Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. oktober 2020 | Nr. 1 | Árgangur 1 | Kr. 0,00

Føroyingar ynskja Biden heldur enn Trump

Men hjá veljarunum hjá Fólkaflokkinum og serliga Miðflokkinum er meiriluti fyri Trump

SíÐa 3

1 Leygardagur 17. oktober 2020

Fyrsta blaðið

Hvønn leygarmorgun klokkan 7 kemur nýggj útgáva av Blaðnum Vikuskifti

Oddagrein

Ger so væl – her er Blaðið

Blaðið Vikuskifti er eitt nýtt vikuskiftistilboð til brúkararnar hjá tíðindatænastuni Portal.fo.

Blaðið Vikuskifti er ein nýggj vikuskiftisavís, sum frameftir kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

Helst eru tað nógvir av okkara lesarum, sum hava eina kenslu av, at tað gongur skjótt við tíðindum og kunning á netinum í gerandisdegnum. Eitt av endamálunum við hesi útgávu er at geva okkara kundum ein møguleika at seta seg í friði og náðum og kunna seg um viðkomandi tíðindi uttan órógv.

Vit fara at leggja okkum eftir at nýggj tíðindi og vælskrivaðar greinar skulu vera berandi parturin av hvørjari útgávum av Blaðnum Vikuskifti. Síðan verður fylt upp við teimum bestu greinunum, sum hava verið at sæð á Portalinum gjøgnum farnu vikuna – greinar, sum vit meta framvegis eru áhugaverdar og viðkomandi hóast tað kanska eru nakrir dagar gingnir, síðani tær vóru skrivaðar og útgivnar á fyrsta sinni.

Fyri okkara lýsarar er blaðið ein nýskapandi og spennandi pallur afturat at fáa sín boðskap út til fólk. Men av tí at vit ynskja, at blaðið skal vera ein miðil, sum ikki órógvar lesaran, verða lýsingarnar bert at síggja niðjast á hvørjari síðu.

Møguleiki er hjá øllum at fylgja við, hvussu nógv hava verið inni á blaðnum og lisið. Í kolofonini herundir ber til at síggja hvussu nógv hava latið blaðið upp – upplag – og hvussu nógvar síður hesi hava havt frammi á skíggjanum.

Kæri lesari. Fyll tær kaffikrússið, finn besta stólin í húsinum og vita um tú ikki fært okkurt nýtt at vita í Blaðnum Vikuskifti. Okkara ætlan er, at hetta blaðið skal gerast ein fastur partur av tínum vikuskiftisvana í framtíðini.

Góðan lesihug – og gott Vikuskifti.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2686

    Lisnar síður: 419

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 17. oktober 2020

Veljarin ynskir ópolitiska uppstilling

Yvir 70 prosent av veljarunum vildu ynskt at politisku flokkarnir hildu seg burtur frá kommunustýrisvalinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv teir flestu føroyingarnir halda, at valið til tey 29 kommunustýrini í landinum áttu at verið hildin uttan íblanding av teimum politisku flokkunum.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Spyr.fo spurdi í farnu viku 500 fólk henda spurningin: Heldur tú, at uppstilling til kommunuval eigur at vera politisk ella ópolitisk í tíni kommunu?

Omanfyri 70 prosent av teimum spurdu, nágreiniliga 70,7 prosent, svaraðu, at uppstillingin eigur at vera ópolitisk.

Einans 14,8 prosent svaraðu politisk, og tað var bert eitt vet meira enn tey, ið svaraðu veit ikki.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eisini galdandi fyri Tórshavnar kommunu
Tað, sum kanska er óvæntað er, at í Tórshavnar kommunu, har uppstillingin hevur verið politisk í eitt mannaminni, svara heili 60 prosent, at uppsstillingin átti at verið ópolitisk, meðan 22 prosent taka undir við tí mátanum, sum stillað hevur verið upp higartil.

Kanningin hjá Spyr.fo var gjørd 8. oktober, ein góðan mánaða undan kommunuvalinum. Tá segði ein góður helmingur av teimum spurdu, at tey høvdu tikið støðu til hvønn flokk ella lista tey fóru at velja á kommunuvalinum. 55,3 prosent høvdu tikið avgerð, 42,4 prosent høvdu ikki tikið avgerð, meðan 2,3 prosent søgdu, at tey ikki fara á val.

Tá hugt verður eftir aldrinum, so sæst, at tað serliga eru tey ungu, sum ikki ætla sær á kommunuval.

8 prosent av teimum í aldursbólkinum18 til 29 ár søgdu seg ikki fara á val 10. november.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

20 prosent hava størri áhuga í forsetavalinum
Kommunuvalið verður hildið týsdagin 10. november, júst eina viku eftir, at amerikanarar fara á val fyri at velja forseta.

Spyr.fo spurdi í veljarakanningini eisini veljararnar um, hvat av hesum báðum valunum hevði teirra størsta áhuga. 80 prosent søgdu kommunuvalið í teirra kommunu, meðan 20 prosent søgdu seg hava størri áhuga fyri forsetavalinum í USA.

Rættiliga symptomatiskt er, at millum veljararnar hjá teimum fýra stóru flokkunum, lá áhugin fyri kommunuvalinum oman fyri 80 prosent, meðan veljararnir hjá teimum smáu flokkunum – sum jú spæla ein nógv minni politiskan leiklut í kommunalum samanhangi – liggur áhugin fyri kommunuvalinum undir miðaltalinum fyri landið.

Kvinnur hava størri áhuga fyri kommunuvalinum enn menninir, meðan ongin serligur munur er í áhuganum, tá hugt verður eftir aldrinum á teimum spurdu, vísir kanningin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

3
Leygardagur 17. oktober 2020

Føroyingar ynskja Biden heldur enn Trump

Men hjá veljarunum hjá Fólkaflokkinum og serliga Miðflokkinum er meiriluti fyri Trump

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyingar eru ikki serliga glaðir fyri republikanska amerikanska forsetan, Donald Trump. Sluppu føroyingar at velja, høvdu teir heldur viljað havt demokratin Joe Biden at vera forseti í USA.

Nú hava føroyingar, sum verða mann, onga ávirkan á, hvør verður valdur til forseta í USA á valinum týsdagin 3. november.

Kortini hava vit biðið Spyr.fo spyrja føroysku veljararnar um hvønn teir hødu valt, um teir høvdu møguleika at vera við í amerikanska forsetavalinum.

Úrslitið er, at meira enn annar hvør veljari hevði valt Joe Biden. Bert 17,5 prosent høvdu sett sín kross fyri Donald Trump, meðan ein triðingur av skaranum ikki hevur tikið støðu til amerikanska forsetavalið.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Men Spyr.fo hevur eisini spurt veljararnar um, hvønn flokk tey valdu á seinasta løgtingsvali, og tá ber eisini til at siga, hvør hugburðurin til amerikanska valið er í mun til føroysku flokkarnar.

Tveir flokkar fyri Trump
Og her vísir tað seg, at tað í tveimum flokkum er meiriluti fyri sitandi forsetanum.

Hjá miðflokkaveljarum er meirilutin heilt týðuligur. Hjá Fólkaflokkurin er hann ikki so týðuligur, tí næstan helmingurin av fólkafloksveljarunum hava ikki tikið støðu til spurningin.

Veljararnir hjá hinum flokkunum hella meira til Biden. Mest týðuligt hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Bert 2 prosent av tjóðveldisveljarunum og 3 prosent av javnaðarveljarunum peika á sitandi forseta.

Um hugt verður eftir samgonguveljarum í mun til andstøðu, so sæst, at tað er hips um haps millum veljararnar hjá sitandi meiriluta, tí har stendur á jøvnum 31-31 til hvørt av forsetavalevnunum, meðan flest ikki hava tikið støðu.

Andstøðan er meira avgjørd. Bert fimm prosent fyri Trump

Biden størri undirtøku í Havn
Verður hugt landafrøðiliga eftir hvar tey búgva, so sæst at Joe Biden hevur størri undirtøku í høvuðsstaðnum enn millum veljararnar uttan fyri høvuðsstaðin, har tað tó framvegis eru nógv fleiri, ið peika á Biden enn Trump.

Millum kynini er støðan tann, at Biden fær undirtøku av 50 prosentum av kvinnunum og 51 prosentum av monnunum. Kvinnurnar eru tó meira ivasamar, og tí eru tað nógv fleiri menn enn kvinnur, sum peika á Trump, 22 móti 12.

Um hugt verður eftir aldrinum á teimum spurdu, so vísir kanningin, at sitandi forsetin hevur størri undirtøku millum teir yngru føroysku veljararnar. 20 prosent av veljarunum undir 45 ár peikaðu á Trump og 15 prosent av teimum eldru. Biden fær undirtøku av 47 prosentum av teimum ungu og 53 prosentum av teimum, ið eru oman fyri 45 ár.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

4
Leygardagur 17. oktober 2020

15 prosent av fólkinum hava enn ikki latið seg kanna fyri korona

Tey, ið ikki hava latið seg kanna eru meira stúrin um framtíðina, vísir kanning hjá Spyr.fo

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umleið 15 prosent av Føroya fólki hava enn ikki latið seg kanna fyri koronasmittu. Hetta vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Spyr.fo spurdi 500 fólk um tey høvdu latið seg kanna fyri korona. Úrslitið vísir, at 84,5 prosent av teimum spurdu høvdu kannað seg minst eina ferð. 61,6 prosent høvdu latið seg kanna tvær ella fleiri ferðir.

Um hugt verður eftir, hvar tey spurdu búgva, so sæst at tað eru borgarar í Havn, sum hava latið seg kannað mest.

Norðoyggjar eru eitt sindur øðrvísi enn hini økini í landinum við tað at tað eru heili 25 prosent av teimum spurdu her, sum ongantíð hava latið seg kanna. Í øllum hinum økjunum liggur hetta millum 11 og 19 prosent, minst í Tórshavn, har tað eru 11 prosent, ið ikki hava latið seg kanna.

Tey flestu, ið eru kannað, eru kannað í sambandi við ferðing, meðan tað eisini eru rættiliga nógv, 35 prosent, ið hava gjørt tað eftir kravi frá arbeiðsgevara.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Spyr.fo spurdi í kanningini eisini um hvussu stúrin fólk í løtuni eru um framtíðina. Henda kanning vísir, at føroyingar eru nógv meira bjartskygnir nú, enn teir vóru í kanning, ið varð gjørd meðan fyrra koronabylgjan var í vár.

Oman fyri 60 prosent av teimum spurdu eru meira bjartskygd enn stúrin.

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir, hvat fólk hava svarað í mun til hvønn flokk tey valdu til løgtingsvalið seinast.

Hesi tøl vísa, at næstan fjórði hvør Fólkafloksveljari er ’sera bjartskygdur’ um framtíðina, meðan bert 8 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi eru 'sera bjartskygd'.

Her sæst eisini, at tey, sum eru mest bjartskygd, eru fólk, sum búgva í Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Og at mannfólk síggja bjartari upp á framtíðina enn kvinnurnar gera.

Tølini vísa eisini, at tey, sum hava latið seg kanna fyri korona síggja meira bjartskygt upp á framtíðina, enn tey, ið ikki hava latið seg kanna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

5

Størv

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Landsgrannskoðanin søkir grannskoðara í tíðaravmarkað starv

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6
Leygardagur 17. oktober 2020

Selja matvørur og ikki vápn og lóður

Vit selja ikki vápn og lóður, men matvørur, og tað fara vit at halda fram við, sigur stjórin í North Pelagic, Pól Huus Sólstein. Tað fer tískil ikki at broyta søluatlitini hjá eini av týðandi útflytningsfyritøkunum í Føroyum, at tveir fólkatingpolitikarar heita á føroyskar útflytarar um at avmarka søluna av føroyskum fiskavørum til Russlands. Hann heldur ikki, at fólktingspolitikararnar í veruleikanum vita, hvat teir tosa um

Pól Huus Sólstein (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, journalistur

Tað nervar ikki Pól Huus Sólstein, stjóra í útflutningsfyritøkuni, North Pelagic, at tveir fólktatingsmenn mæla til at avmarka útflutningin av føroyskum fiskavørum til Russlands, so Føroyar á tann hátt gerast minni tengdar at Russlandi. Hesir vísa á økta hernaðarliga flogvirksemið í eitt nú Norðuratlantshavi og halda, at tíðin er komin, at Føroyar gera seg galdandi og taka ábyrgd, hvat viðvíkur trygdarspurningum í ríkisfelagsskapinum og vesturheiminum annars, sum vit hoyra til. Hetta skal millum annað gerast við, at føroyingar avmarka útflutningin av føroyskum fiskavørum til Russlands.

Spurdur um, hvussu hann sum fiskaútflytari fyriheldur seg til útsagnirnar hjá fólkatingsmonnunum, sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic.

- Hetta taka vit púra róligt. Ein og hvør veit, at fyrverandi eysturblokkurin traditionelt hevur keypt bróðurpartin av sildini, sum er fiskað í Norðuratlantshavi, ja, heilt frá víkingatíðini. Hetta er samstundis eisini seinasta bastiónin fyri sildavørur, sigur Pól Huus Sólstein.

Hann vísir á, at bert tvey lond í ES eru stórir sildamarknaðir, nevniliga Póland og Týskland, ella rættari fyrrverandi Eysturtýskland. Og tá russar ikki kunnu keypa frá ES, Noregi og Íslandi, so koma føroyskar vørur ístaðin og dekka hendan partin. Tað er heilt natúrligt, heldur hann.

Eisini verður stjórin í North Pelagic spurdur um, hvat hann yvirskipað heldur um útflutningin til Russlands, og hvørt hann er samdur ella ósamdur við fólkatingsmonnunum í tí spurninginum. Í øðrum lagi um hansara fyritøka fer at rætta seg eftir áheitan teirra.

Til hetta svarar Pól Huus Sólstein við at vísa á, hvussu tey veruligu viðurskiftini hanga saman.

- Russland er nógv tann størsti marknaðurin fyri sild í heiminum, og hevur altíð verið tað fyri sildaframleiðandi lond. At Noreg og Ísland ikki sleppa at selja til Russland kann ikki verða okkara trupulleiki. Sum fyritøka mugu vit kunna selja mat til tey londini, sum spyrja eftir okkara vørum og altíð hava gjørt tað. Vit mugu minnast til, at talan er ikki um vápn ella lóður, men um um matvørur, sigur Pól Huus Sólstein.

[object Object]
Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Óvitandi fólkatingspolitikarar
Til spurningin um, hvørt North Pelagic kortini fer at royna at tillaga teirra útflutning til Russlands, sigur stjórin á North Pelagic soleiðis:

- Vit mugu laga okkara framleiðslu og sølu eftir, hvussu marknaðartreytirnar eru. Um vit til dømis høvdu fingið betri atgongd til ES-marknaðin, so kunna vit kortini ikki gera av, hvørt íbúgvarnir har eta sild ella ikki. Hinvegin er ein loysn, sum hevur verið roynd fyrr, at framleiða fiskamjøl og lýsi burtur úr sildini, men hetta er sambært umhvørvisfelagsskapum moralskt forkastiligt og tískil kortini ikki nøkur loysn.

- Eg haldi, at hesir báðir fýrarnir (les fólkatingsmenninir, red.) eru nokk so óvitandi um tey veruligu viðurskiftini. Vit selja til nógv lond og royna at fáa sum frægast burtur úr fyri okkara vørur, sigur Pól Huus Sólstein.

Selja har prísrurin er best
North Pelagic stendur fyri allari søluni av fiskavørum frá Norðborg og Christiani í Grótinum. Áðrenn 2011 var eingin útflutningur til Russlands, men eftir ES-boykottið í 2013 tók útflutningurin frá føroysku fyritøkuni til russiska marknaðinum veruligt dik á seg.

Í 2019 taldi russlandsútflutningurin meira enn ein triðing av teirra útflutningi – sløk 35 prosent – og nakað tað sama higartil í ár. Sostatt er talan um eina varandi broyting fyri tann partin, sum hevur við russiska marknaðin at gera.

- Orsøkin til varandi støðuna er, at í 2014 verða Noreg og Ísland boykottað av Russlandi, og tí kemur eitt vakum í russiska marknaðin, sum sjálvandi má útvega sær vøruna aðrastaðni frá. Frá 2017 til í ár síggja vit tó, at hesin útflutningur er minkandi, sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic.

Teir báðir fólkatingsmenninir føra fram, at evropeiski marknaðurin fyri liðugtgjørdar matvørur er størri og hevur betri keypiorku enn tann russiski, og sum frálíður er ES-marknaðurin tann tryggasti og besti.

Til hetta sigur stjórin í North Pelagic, at tey sjálvandi selja vøruna, har tey sleppa av við hana og fáa besta prísin. Og tá ræður um sild, er russiski marknaðurin, sum áður nevnt, nógv tann størsti og besti, og tí verður sildin sjálvandi í størstan mun seld har.

Tá útflutningurin hjá North Pelagic til Russlands var í hæddini, taldi hann sløk 48 prosent av samlaða útflutninginum hjá fyritøkuni. Hetta var í 2017. Seinastu trý árini er hann minkaður aftur niður í umleið ein triðing av samlaða útflutninginum hjá fyritøkuni.



Fakta
- Útflutningurin hjá North Pelagic til Russlands í prosentum:

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

7
Leygardagur 17. oktober 2020

Fólkatingslimir biðja um gott veður

Saman við restini av ES var Danmark sum kunnugt við til at boykotta Føroyar í 2013, eftir at føroyskir myndugleikar av sínum eintingum høvdu fleirfaldað føroysku makrelkvotuna frá 2010 og frameftir. Nú biður ein danskur fólkatingsmaður, stuðlaður av øðrum av føroysku fólkatingsmonnunum, um gott veður aftur. Saman vilja hesir báðir hava avmarkað útflutningin til Russlands, sum Danmark og restin av ES annars annars tveitti føroyska útflutningsvinnu í armarnar á, tá tey 28 evropeisku londini boykottaðu Føroyar

Michael Aastrup Jensen og Edmund Joensen, fólkatingslimir
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, journalistur

”Nýggja støðan hjá ríkisfelagsskapinum krevur nýggjar handlingar.” Hetta er yvirskriftin á einum tíðindaskrivi, sum teir báðir fólkatingslimirnir, føroyski Edmund Joensen fyri Sambandsflokkin, og danski Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstraflokkinum, sendu fjølmiðlunum hósdagin í síðstu viku.

- Ríkisfelagsskapurin er seinnu árini vorðin munandi meira áhugaverdur í geopolitiskum høpi, og Føroyar og Grønland eru endaði sum miðdeplar í stórpolitikkinum um Arktis. Við strategisku lyklastøðunum hjá ríkispørtunum longst norðuri í Atlantarhavinum eru vit noydd at taka nøkur virkin val. Bæði við atliti til trygdina hjá borgarunum og fyri at tryggja strategisku staðsetingina hjá okkum í heiminum, stendur í tíðindaskrivinum.

Teir báðir fólkatingslimirnir nýta høvið at minna á, at ríkisfelagsskapurin er ein partur av vesturheiminum, og at tað eru hesi lond, vit hava tilknýti til. Norðuratlantshavið er vorðið eitt ”heitt” øki, og tí hevur NATO gjøgnum fleiri ár sóknast eftir betri og meira víðfevndum møguleikum fyri at hava betri eftirlit við loftrúminum.

Føroyar eiga at taka ábyrgd

Víðari skriva teir báðir fólkatingslimirnir, at seinnu árini hava vit sæð eina øking av russiskum flogvirksemi í Eystursjónum og í Norðuratlantshavinum. Russarar royna forðingartilbúgvingina hjá Nato við hesum flogvirksemi og hava fleiri ferðir vanvirt loftøkið hjá ríkisfelagsskapinum. Fólkatingslimirnir vísa á, at fyri stuttum vóru russisk flogfør nær við ella beinleiðis í føroyskum loftrúmi. Ágangandi framferðin hjá russarum stendur sum týðiligur mótsetningur til ta sannroynd, at russarar sjálvir eru talsmenn fyri avspenningi í økinum. Tí eru vit noydd at reagera og syrgja fyri, at vit kunnu hava eftirlit við loftrúminum, siga teir báðir fólkatingslimirnir.

Teir halda, at tíðin er komin til, at Føroyar gera seg galdandi og taka ábyrgd, hvat viðvíkur trygdarspurningum í ríkisfelagsskapinum. Og sjálvandi skulu vit hava ein framkomnan NATO-radara í Føroyum, siga teir og vísa á, at radarin skal tryggja, at vit fylla út gloppini í loftøkinum og syrgja fyri, at eftirlitið við fremmandum flogførum gerst betri. Samstundis vísa vit, at vit taka okkara part av ábyrgdini í Nato. Á tann hátt er radarin eitt íkast til eina betri trygd fyri føroyingar og er við til at minka um vandan fyri Føroyar sum verandi framtíðar stríðsøki.

Minni bundin at Russlandi

Ein radari er tó ikki nokk, siga Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen, og vísa á, at síðani sjeytiárini hava Føroyar handlað við Russland. Men eftir at ES útihýsti føroyskan fisk í evropeiskum havnum í 2013, er útflutningurin til Russlands fleirfaldaður. Sum avleiðing av útihýsingini noyddust Føroyar tí at leita sær nýggjar marknaðir.

- Ein stórur partur av føroyska búskapinum í dag er av tí sama bundin av útflutninginum av ótilvirkaðum fiskavørum til russiska marknaðin. Og sjálvandi skulu Føroyar handla við Russland, eins og Danmark og fleiri onnur ES-lond gera, men Føroyar mugu ikki gera seg bundnar av útflutninginum til Russlands, siga teir báðir fólkatingslimirnir, sum óttast fyri, at føroyski útflutningurin til Russlands kann gerast eitt eymt øki og eitt sonevnt trýstpunkt.

- Tí kann avgerðin um radaran ikki standa einsamøll, men má fylgjast upp við einum øktum trýsti á ES fyri at fáa eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES. Her hevur Danmark sum limaland eina ábyrgd av at tala føroyinganna sak í ES og at stuðla ynskinum, siga teir báðir.

Vent í holuni

Við hesi útmeldingini kann bara staðfestast, at tað nú er vent í holuni í mun til 2013, tá ES stongdi marknaðin fyri føroyingum. Teir báðir fólkatingslimirnir vilja knýta føroyska marknaðin enn tættari at evropeiska marknaðinum gjøgnum eina fríhandilsavtalu, har málið er at flyta ein størri part av útflutninginum frá ótilvirkaðari rávøru til liðugtgjørda matvøru.

- Hetta merkir fleiri arbeiðspláss í Føroyum, eftirsum liðugtvørur skapa ein størri tørv á arbeiðsplássum. Samstundis er samlaði fíggjarligi vinningurin størri enn av at útlflyta rávørur. Evropeiski marknaðurin fyri liðugtgjørdar matvørur er størri og hevur betri keypiorku enn tann russiski, og sum frálíður er ES-marknaðurin tann tryggasti og besti marknaðurin. Harafturat er eftirspurningurin av hágóðskuvørum stórur í ES, og tað er føroyska fiskavinnan heimskend fyri at útvega, siga Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen.

Teir halda, at tað ikki bert er skilagott sæð frá einum trygdarligum sjónarmiði, men eisini frá einum fíggjarligum sjónarmiði at minka um tilknýtið til russiska marknaðin og ístaðin at økja tilknýtið til evropeiska marknaðin.

Føroyski sambands- og danski vinstramaðurin siga, at avgerðin um at seta upp ein NATO-radara, og um eitt danskt trýst á ES fyri at fáa eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES, er avgerandi fyri at tryggja, at Føroyar ikki eru í vanda fyri at enda sum ein brennidepil í eini trygdarpolitiskari stórveldaósemju, sum teir málbera seg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

8
Leygardagur 17. oktober 2020

Søla til Russlands gjørdi risafet undir ES-boykotti

Tá ES í 2013 boykottaði Føroyar, mátti føroyska útflutningsvinnan finna nýggjan marknað fyri tann partin av útflutninginum, sum frammanundan varð seldur til ES-lond. Loysnin gjørdist Russland, har føroyski útflutningurin fleirfaldaðist í árunum 2013-2017. Framvegis er útflutningurin til russiska marknaðin næstan fimm ferðir størri, enn hann var árið undan boykottinum, tá hesin eisini hevði verið størstur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, journalistur

Í kjalarvørrinum av, at landsstýrið frá 2010 og árini frameftir trýfaldaði føroysku makrelkvotuna, gjørdi ES av at boykotta Føroyar, soleiðis at ikki bar til at útflyta føroyskar fiskavørur til ES-lond. Hetta gav sjálvandi stórar avbjóðingar fyri føroyska útflutningsvinnu, sum mátti finna nýggjar marknaðir fyri føroyskum fiskavørum fyri tann partin, sum ES-londini høvdu keypt. Loysnin gjørdist Russland, sum í ávísan mun – og av øðrum orsøkum – eisini var boykottað av ES, og sum beinanvegin lat upp heimamarknaðin fyri føroyskum fiskavørum.

Árini frammanundan boykottinum í 2013, var útflutningurin til Russlands longu nógv øktur. Sum dømi kann nevnast, at útflutningurin til Russlands í 2010, sambært Hagstovu Føroya, lá á umleið 150 milliónum krónum, meðan hann í 2012 var komin upp á 474 milliónir krónur.

Hetta var tó munandi lægri enn tað, ið sást eftir ES-boykottið av Føroyum, sum varð sett í verk í august 2013. Eftir boykottið tók útflutningurin til Russlands veruliga dik á seg. Sambært Hagstovuni vaks føroyski útflutningurin til Russlands longu sama árið upp í 722 milliónir krónur.

Hereftir vaks sølan til Russlands upp aftur nógv meira. Í 2014 rundaði útflutningurin eina milliard krónur, ella 1.087 milliónir krónur. Í 2015 var útflutningsvirðið vaksið upp í stívar 1,8 milliardir krónur, í 2016 slakar 2 milliardir, og tá sølan higartil hevur verið hægst, sum hon var í 2017, var føroyski útflutingurin til Russlands slakar 2,6 milliardir krónur. Síðani lækkaði sølan í 2018 niður í slakar 2,2 milliardir krónur, meðan hon í 2019 kvinkaði upp um 2,2 milliardir krónur aftur, ella umleið 40 milliónir hægri, enn hon var í 2018.

Fleiri orsøkir til økta sølu til Russlands
Tá ræður um nógv økta útflutningin til Russlands, er sambært fólkum í vinnuni fleiri orsøkir til tað.

Ein orsøk er, at fram til 2012 var Norðborg mestsum einasti framleiðari av sildavørum í Føroyum. Í 2012 verður eisini Varðin Pelagic á Tvøroyri sett á stovn, og tískil leggja skipini veiðuna upp í Føroyum, ístaðin fyri at fara til Noregs og landa har.

Í august 2014 letur Pelagos í Fuglafirði upp og fer at taka ímóti uppsjóvarfiski. Síðani er nærum hvør einasti stertur landaður í Føroyum í mun til, at hann í høvuðsheitum áðrenn varð landaður í Noregi. Eisini hendir tað fyrst í august 2014, at Russland bannar innflutningi av fiski úr ES, Noregi og Íslandi.

Hetta viðførir tvey ting. Russiska marknaðinum vantar uppsjóvarfisk, serliga sild, og tað gerst eisini trengri á hinum marknaðunum, tí Noreg og Ísland eru noydd at selja uttan um Russland.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

9
Leygardagur 17. oktober 2020

Russar fylgja væl við

Tað er ikki farið framvið í russiskum fjølmiðlum, at ein føroyskur og ein danskur fólkatingspolitikari mæla til at avmarka samhandilin við Russland, og ístaðin aftur venda eyguni móti ES, tá ræður um føroyskar útflutningsvørur. Millum annað skrivar russiski netmiðilin, Sputnik International, at Danmark nú vil ”verja” okkum móti ”russiskari hóttan” við at lata Nato seta upp radara í Føroyum, eins og tryggja okkum eina fríhandilsavtalu við ES

Moskva (Savnsmynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, journalistur

Undir yvirskriftini ”Danmark roynir at verja Føroyar móti russiskari hóttan við Nato-radara og lyfti um eina fríhandilsavtalu við ES”, umrøður russiski netmiðilin, Sputnik International, tann 6. oktober, útsagnirnar hjá tveimum fólkatingslimum. Føroyska Edmundi Joensen og danska Michael Aastrup Jensen.

Keldan hjá russiska miðlinum er danska Berlingske Tidende, har Michael Aastrup Jensen verður endurgivin fyri at siga:

- Seinnu árini hava vit sæð stóra øking av russiskum flogvirksemi yvir Norðuratlantshavi. Hetta fyri at royna verjuna hjá Nato. Vit eru tí noydd at reagera mótvegis russum og syrgja fyri, at vit hava teir røttu møguleikarnar at halda eitt vakið eyga við okkara loftrúmi, sigur Michael Aastrup Jensen, sum er uttanríkisorðførari hjá danska Vinstraflokkinum.

Sambært honum fer ein radari, sum skal stýrast og rekast av Nato, at dekka møgulig hol í føroyska loftrúminum. Hetta verður tó ikki tað einasta, ið eigur at vera gjørt, og í hesum sambandi er eisini heitt á danska uttanríkisráðharram, Jeppe Kofod, um at fáa í lag eina fríhandilsavtalu millum Føroyar og ES. Hugsanin er at gera Føroyar minni tengdar at Russlandi sum stórinnflytara av føroyskum fiskavørum.

Frá boykotti til fríhandil
Russiski miðilin vísir eisini á boykottið hjá ES av Føroyum í 2013 orsakað av ósemjuni um nógv hækkaðu, føroysku makrelkvotuna. Eitt boykott, sum varð avloyst av eini gamlari handilsavtalu við tolli á føroyskar vørur, men sum ætlanin nú er at fáa eina fríhandilsavtalu ístaðin fyri.

- Vit standa við eitt vegamót, har føroyskur útflutningur til Russlands kann gerast viðkvamur og eitt møguligt høvi hjá Russlandi at trýsta Føroyar. Tí kann avgerðin um at seta upp radara í Føroyum ikki standa einsamøll, men fylgjast upp við einum øktum trýsti á ES fyri at fáa í lag eina fríhandilsavtalu við Føroyar, sigur danski fólkatingsmaðurin.

Eisini verður málið um sølu av kinesiskari 5G-útgerð til Føroya nevnt í russisku greinini og knýtt saman við samsvarandi møguleikum hjá Føroyum at útflyta laks til Kina.

Somuleiðis verður í greinini í russiska netmiðlinum komið inn á økta áhugan hjá USA fyri bæði Grønlandi og Føroyum. Ikki minst tilboðið frá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, um at keypa Grønland av strategiskum orsøkum. Eitt tilboð, sum loypti hvøkk á danir, men sum hevði spart Danmark fyri ein blokkstuðul á umleið 3,2 milliardir krónur, sum Grønland er tengt at, skrivar russiski miðlin.

Sputnik International nevnir eisini, at fyri fyrstu ferð síðani 1953 hava amerikumenn ætlanir um at seta á stovn egna umboðsstovu í Nuuk. Nakað, sum danskir politikarar síggja sum eina óhóskandi, amerikanska uppílegging í grønlendsk-donsk viðurskifti.

Fakta um Føroyar
Síðst í greinini borðreiðir russiski netmiðlin við nøkrum fakta um Føroyar. At vit eru eitt oyggjaland, sum liggur í ein útnyrðing úr Skotlandi miðskeiðis millum Ísland og Noreg. At vit eru eitt sjálvstýrandi øki í Kongaríkinum Danmark við síðuna av Grønlandi, og at vit telja eitt sindur omanfyri 50.000 íbúgvar.

Eisini verður komið inn á kreppuna fyrst í nítiárunum, har vit føroyingar síðani hava roynt at fjøltátta búskapin, og at kravið um meira sjálvstýri er vaksið. Síðsti upplýsingurin í greinini er, at fimm politiskir flokkar ganga inn fyri, at Føroyar gerast óheftar av Danmark. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

10 Leygardagur 17. oktober 2020

Evropeiskur heiður til føroyska lærubók

Finka hjá Mariannu Skarðenni Poulsen fekk Belma-virðisløn í vikuni

Marinna Skarðenni Poulsen við Belma-virðislønini (Mynd: Nám)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bókin Finka, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, varð mikudagin kosin til ársins bestu skúlabók í Evropa.

Kathrina Skarðsá hevur gjørt tekningarnar til bókina og Nám hevur givið út.

Trettan bøkur vóru tilnevndar heiðurslønina hjá felagsskapinum Belma, har málbólkurin er tey 8 til 10 ára gomlu, og í gjár varð avdúkað, at føroyska bókin hevur vunnið bólkin, og varð heiðrað við Belma virðisløn.

Belma stendur fyri Best European Learning Material Award.

Finka er úrslit av eini handritakapping, sum Nám skipaði skrivaði út í 2016 við tí endamáli at fáa til vega nýtt undirvísingartilfar á føroyskum.

Finka kom út fyrr í ár, og tey vóru so mikið væl nøgd við bókina á Námi, at tey gjørdu av at senda hana inn sum uppskot til Belma virðisløn. Í gjár kom so úrslitið. Nógv fólk vóru savnað á Námi at fygja við avdúkingini á netinum.

Bókaheildin Finka umfatar tríggjar bøkur. Umframt lesibók eru tvær arbeiðsbøkur, ein ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti.

Sissal M. Rasmussen viðgjørdi tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, vóru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason.

Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki.

Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið Finka, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi. 

[object Object]
Frá vinstru Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

11 Leygardagur 17. oktober 2020

Thetis er ársins íverkseti

Kanningarstovan Thetis er kosin ársins íverkseti 2020. Á mannamunni gjørdist fyritøkan veruliga kend fyrr í ár, tá covid-19 byrjaði at gera um seg

Regin W. Dalsgaard og Marita Debess Magnussen (Mynd: Íverksetarahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan gjøgnum nógv ár, og hevur alsamt verið klárt til at lofta nýggjum avbjóðingum, tá hesar hava víst seg. Feskasta dømið um hetta er teirra stóri leiklutur í korona kanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni og hevur felagið víst stóran fleksibilitet, fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hevur havt tørv á.

Tað er ein av grundgevingunum fyri at fyritøkan Thetis við Maritu Debess Magnussen og Regin W. Dalsgaard, er kosin Ársins íverkseti 2020. Hetta varð kunngjørt hósdagin.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna THETIS til Ársins Íverkseta. Løgmaður segði millum annað: Ársins Íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í samband við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur gjøgnum nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum støði. Fyritøkan hevur m.a. fingið altjóða góðkenningar, sum prógv uppá at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum støði.

Roknskaparliga hevur gongdin hjá felagnum verið nakað skiftandi, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd, og hevði í 2019 eitt gott fíggjarligt úrslit, sigur Íverksetarahúsið.

Farpay fekk heiðurin í fjør meðan Gómagátt gjørdist ársins íverkseti í 2018.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

12 Leygardagur 17. oktober 2020

Skal kosta at ganga niðan á Slættaratind - eisini fyri føroyingar

Ein gøta skal gerast niðan á Føroya hægsta fjall. Tað hevur við sær, at øll skulu rinda fyri at ganga hendan túrin niðan á hægsta fjall í Føroyum

(Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað fer at kosta at ganga niðan á Føroya hægsta fjall, 880 metrar høga Slættaratind í Eysturoynni. Í øllum førum um avgerðin liggur hjá teimum, sum varða av haganum.

Hetta upplýsti Olaf Kruse, hagastýrisformaður í haganum, sum fevnir um Slættaratind, í kjaksending í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hóskvøldið.

Á leið 10.000 fólk fara niðan á Slættaratind um ári, og hetta hevur við sær nógv slit. Tí má gøta gerast, segði Olaf Kruse.

- Tað má gerast ein gøta, sum vit kunnu stýra fólkinum eftir. Tað sum vit síggja í dag, er at lendið verður slitið, og serliga á Slættaratindi, tí fólk gongur allastaðni. Ovasti parturin av Slættaratindi liggur so mikið ovarliga at arktiskt klima er har, og gróðurin er sera vánaligur. Við tað at tað er so nógv gongd, so klárar gróðurin ikki at koma fyri seg, segði Olaf Kruse.

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð / pol.fo)

Ætlanin er at gera eina gøtu av Eiðisskarði og niðan á Slættaratindi umframt eitt sonevnt móttøkuhús, har gøtan byrjar. Í móttøkuhúsinum skulu vera vesi og møguleiki fyri einum kaffimunni.

Tað var í sambandi við Heystfagnaðin á Eiði, at Kringvarpið hóskvøldið skipaði fyri kjaki um gongd í haga. Her segði Helgi Abrahamsen, sum er landsstýrismaðurin á økinum, at tað skal vera frítt at ganga allastaðni, har fólk hava hug til tað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

13 Leygardagur 17. oktober 2020

Ternan fer í dokk týsdagin - verður har í áleið níggju vikur

Fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður sambært vanligu ferðaætlanini - síðani skal Erla Kongsdóttir taka yvir

Talan er um 40-ára klassing (Mynd: Torben Nielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Enn einaferð verður Ternan úr sigling, og hesaferð verður tað í áleið níggju vikur. Ternan skal til sokallað 40-ára klassing, og Strandferðslan hevur gjørt av, at dokkingin byrjar á middegi týsdagin 20. oktober, soleiðis at Ternan verður klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól. Níggju vikur frá 20. oktober er 22. desember.

Strandferðslan boðar á heimasíðuni frá, at fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður smbært vanligu ferðaætlanini á leið 90, undantikið farmatúrar mikudag og fríggjadag. Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon sett í sigling á nólsoyarleiðini.

Farmasiglingina fer Hasfjord at taka sær av, og eftir ætlan verða farmatúrar gjørdir tvær ferðir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og sostatt verða farmatúrar gjørdir um tað mundið, tá hægsta flóð er. Siglt verður av Gomlurætt til Nólsoy og aftur, og verður ferðaætlanin fyri farmatúrar lýst viku fyri viku, boðar Strandferðslan frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

14 Leygardagur 17. oktober 2020

Tvey nýggj fuglasløg sædd í Sumba

Lítil svarthálsa og morbøkutur eysturtyrningur vórðu skrásettir fyri fyrstu ferð í Føroyum farna vikuskiftið

Lítil svarthálsa (Mynd: Silas Olofson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvey nýggj fuglasløg fyri Føroyar vóru skrásett í Sumba seinasta vikuskifti. Tað boðar fuglafrøðingurin Silas Olofson frá.

Talan er fyrst um lítla svarthálsu (Charadrius dubius). Hon eigur í Evropa og Asia, men er sera sjáldsom í útnorðuri. T.d. er bert ein skráseting í Íslandi.

Síðan er talan um ein morbøkutan eysturtyrning (Lanius isabellinus), ið var sæddur einans fimti metrar frá lítlu svarthálsuni í einum urtagarði. Hesin eigur í Mongolia og Vesturkina, og er sera sjáldsamur í Evropa. T.d. er bert ein skráseting av hesum slagi í Danmark.

- Helst eru tað orsaka av nógva vindinum av eystan, at hesi fuglasløgini eru komin allan vegin út til okkara. Neyvan er tað hent fyrr, at tvey nýggj fuglasløg fyri landið eru skrásett sama dag í somu bygd, skrivar Silas Olofson.  

[object Object]
Morbøkutur eysturtyrningur (Mynd: Silas Olofson)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2020

15 Leygardagur 17. oktober 2020

Eitt skinn í part í Hvalvík

66 hvalir løgdu beinini í Hvalvík á middegi fríggjadagin. Grindin varð býtt í 596 drápspartar

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru 66 hvalir sum um middagsleitið fríggjadagin løgdu beinini í Hvalvík. Grindin varð funnin út fyri Morskranes fyrrapartin fríggjadagin, og nógvir bátar vóru við í rakstrinum.

Heili 596 fólk úr øllum landinum luttóku í drápinum. Grindin verður skift í drápspartar, upplýsti Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Eitt skinn var í part.

Fríggjadagin seinnapartin var aftur boðað frá grind. Hesaferð út fyri Selatrað, men tað vísti seg at vera springarar. Einki varð gjørt við springararnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2020

16 Leygardagur 17. oktober 2020

Jobmatch verður á tykisheiminum í ár

Møguleikarnir eru teir somu og enntá fleiri við at halda tiltakið - koronatrygt - á virtuellum palli

Frá Jobmatch í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jobmatch, sum vanliga verður hildið í Norðurlandahúsinum millum jólanna, verður í ár flutt yvir á ein tykisligan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira, enn tann fysiski pallurin, vit kenna til, kann.

Tað boða fyrireikararnir av Jobmatch frá í dag. Talan er um ein tykisligan – virtuellan – pall, sum er royndur í øðrum londum og fær góð ummæli frá bæði fyritøkum og lestrarstovnum, verður sagt.

Orsøkin til hesa avgerð er korona farsóttin, sum í hesum føri gevur høvi at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafríðan hátt.

- Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Tann tykisligi pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður

JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi.  

Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjar – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12 til 17.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost. Í stýrsibólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið og MFS. Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

17 Leygardagur 17. oktober 2020

Fólkaflokkurin í Klaksvík: Fýra kvinnur og seks menn stilla upp

Triði og seinasti uppstillingarfundur til kommunuvalið var í vikuni

Gunnvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fólkaflokkurin í Norðoyggjum er nú til reiðar við tíggju valevnum sum bjóða seg fram til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu.

Talan er um fýra kvinnur og seks menn.

Flokkurin hevur sitið í andstøðu seinastu árini, hóast Fólkaflokkurin saman við Sjálvstýri er størsti flokkur við fýra kommunustýrislimum. Atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið, og sum eisini situr í býráðnum í Klaksvík, Beinir Johannesen, stillar ikki upp aftur.

Hesi stilla upp fyri Fólkaflokkin:

Gunvá við Keldu

Herfrí Sørensen

Atli S. Justinussen

Jóhanna Christiansen

Oddmar á Lakjuni

Bárður Johnsson Heinesen

Símun á Høvdanum

Frímund Hansen

Sølva Jansdóttir Joensen

Eyðstein Ó. Poulsen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2020

18 Leygardagur 17. oktober 2020

Fimm mans og tvær kvinnur á søldfaralistanum

Sølfirðingar stilla aftur upp við egnum lista til kommunuvalið í Runavíkar kommunu

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sjey fólk, fimm mans og tvær kvinnur eru við á sokallaða søldfaralistanum til kommunuvalið í Runavíkar kommunu.

Uppstillingin er nú liðug, og av teimum sjey eru tveir mans, sum eisini stillaðu upp fyri listan til seinasta val.

Sjey søldfirðingar hava á nýggjari heimasíðu kunngjørt nýggjan lista til kommunuvalið. Talan er um fimm mans og tvær kvinnur, sum øll hava bústað í Søldarfirði.

Tey sjey, sum stilla upp eru:

Álvur Jacobsen

Dávur Kunoy Høgnason

Elnar Rasmussen

Faber Isaksen

Katrin Müller

Jytta Sundstein Nielsen

Petur Hansen

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2020

19 Leygardagur 17. oktober 2020

Nýggjur borgaralisti í Eysturkommunu

Trettan valevni eru á listanum, ið ynskir at vera politiskt óheftur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Síðani Eysturkommuna varð stovnað, hevur tað einans verið politisk uppstilling til býráðsvalið. Men í ár er støða tikin til at gera ein politiskt óheftan lista.

Borgaralistin vil arbeiða fyri enn betri trivnaði, samstarvi og felagsskapi, øllum borgarum at frama. Á borgaralistanum er trettan valevni, harav ellivu menn og tvær kvinnur.

Tey trettan valevnini á Borgaralistanum eru:

Petur Súni Jacobsen, Leirvík

Magnus Skoralíð, Leirvík

Tollakur Joensen, Norðragøta

Marjun Andreasardóttir, Syðrugøta

Hans Jacob á Líknargøtu, Syðrugøta

Dánjal Andreasen, Leirvík

Eyðun Hansen, Norðragøta

Alfred Ellingsgaard, Leirvík

Katrin Kjartansdóttir, Leirvík

Hjalti Dalheim, Norðragøta

Uni Rasmussen, Norðragøta

Per Martin Gregersen, Norðragøta

Hugo Skorastein, Syðrugøta

Av hesum sita tríggir í núverandi býráð. Uni Rasmussen og Hjalti Dalheim vórðu valdir á fólkaflokslistanum seinast, meðan Tollakur Joensen varð valdur á tjóðveldislistanum.

Per Martin Gregersen, Katrin Kjartansdóttir og Hugo Skorastein vóru eisini á fólkaflokslistanum seinast, tó uttan at verða vald inn. Hans Jacob á Líknargøtu var á tjóðveldislistanum seinast

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

20 Leygardagur 17. oktober 2020

Skúlin við Streymin vígdur

Talan er um størstu verkætlan í Sunda kommunu nakrantíð

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu og Jógvan Fríðriksson, bispur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár, fríggjadagin 15. oktober, var hátíðarhald í Skúlanum við Streymin, har Jógvan Fríðriksson, bispur, vígdi skúlan.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla, og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar. Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]Heðin Zachariassen, borgarstjóri

[object Object]

Páll Holm Lave, arkitektur

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

21 Leygardagur 17. oktober 2020

Anna Malan Jógvansdóttir fekk ársins sálarheilsuvirðisløn

Anna Malan traðkar fram og sigur frá sárbarum støðum og tabuiseraðum evnum

Kaj Leo Holm Johannesen og Anna Malan Jógvansdóttir (Mynd: Heilsumálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna vikuskiftið var hátíðarhald í Perluni í Havn, sum felagið Sinnisbati skipaði fyri á árliga Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktober.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, handaði ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020, sum í ár fór til Onnu Maluna Jógvansdóttir úr Nólsoy.

- Fyri tykkum, ið hava sálarligar avbjóðingar, ger tað stóran mun bara at fáa eitt gott og upplyftandi orð við á vegnum. Hetta hava vit øll brúk fyri, men serliga tit, ið frammanundan føla tykkum at hava eina tunga byrðu at bera, segði Kaj Leo Holm Johannesen í røðu.

Anna Malan Jógvansdóttir er rithøvdundur og listakvinna. Hon hevur millum annað givið út fleiri yrkingasøvn. Í 2019 gav hon út bók, har hon greiðir frá um lívið við psykosu. Í bókini vísir hon á ein heim, sum tey fægstu kenna. Her letur hon almenningin fáa innlit í ein gerandisdag við sorg, gleði, vreiði, vónloysi og vón, stendur í grundgevingini.

Við sínum listaligu gávum megnar Anna Malan at traðka fram og siga frá sárbærum støðum og tabuiseraðum evnum, har hon umvegis listini varpar ljós á, hvat psykosa er, og hvussu - í hinum endanum - ber til at koma fyri seg aftur sum eitt heilt menniskja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2020

22 Leygardagur 17. oktober 2020

Gunn stríðist fyri mentanini

Norska Gunn Hernes setti sær høg mál í virki sítt sum stjóri fyri Norðurlandahúsið. Hennara hugburður mótvegis javnsstøðu og tolsemi møtti tó mótstøðu í Føroyum. Men hon letur seg ikki trýsta til at taka ælabogavimplarnar niður tann eina dagin á árinum. – Vit skulu úttrykkja okkum heldur enn sensurera hvønnannan, heldur hon

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Et tað nakar, ið gongur á odda í miðlingini av norðurlendskari mentan til Føroyar og føroyska mentan til Norðurlond og umheimin annars, so er tað Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt av flaggskipunum, tá tað ræður um at skipa fyri og breiða út mentan í norðurlendskum høpi. Kanska sjálvt flaggskipið, tí tað er so umfatandi í sínum virksemi í mun til teir stovnar í Norðurlondum, sum húsið kann samanberast við.

Hugskotið um at byggja mentanarhús, sum skuldu standa sum varðar fyri norðurlendskari mentan og list var eitt víðskygt og stórt mál í síni tíð. Men eftir at Norðurlendska Ráðharraráðið hevði bygt mentanarhús fyrst í Reykjavík og síðan í Tórshavn, varð tankin sleptur.

Hugskotið gjørdist heldur ov víðskygt, ella kostnaðarmikið, og tí komu ikki fleiri.

Í dag kunnu vit føroyingar fegnast um, at vit náddu at fáa hetta húsið, áðrenn víðskygdu mentanarligu norðurlendsku íløguætlanirnar vóru broyttar.

Síðan 1983 hevur Norðurlandahúsið við Ringvegin í Havn staðið sum ein lýsandi viti, ið vísir okkum føroyingum hvagar altjóða listin er á veg og hjálpir føroyskum listafólkum út í heim, so at listin, tað verði seg tónleikur, bókmentir, palllist og onnur list, er við at menna seg sum ein føroysk útflutningsvøra eisini.

Nógv er hent – ómetaliga nógv – síðan mentanin byrjaði at blóma inni í hulduheygnum hjá Ola Steen arkitekti í Sortudýki.

Javnstøða og tolsemi
Við altíð smílandi norsku Gunn Hernes á odda, nú á triðja ári, hevur Norðurlandahúsið í dag ein stjóra og leiðara, sum útstrálar entusiasmu og vilja til at bera og vísa mentanina fram.

Úr skrivstovu síni kann Gunn tó ikki annað enn iðra seg um, at tað mesta av virkseminum er sett á pausu í ár, og at tiltøkini, sum eru, eru so avmarkað orsaka av strongu trygdarkrøvunum.

Tá tað er sagt, so kennir Gunn Hernes seg sum Jeppe í dreymasongini, tí tað at sleppa at standa á odda fyri einum mentanarhúsi av týdningi hevur altíð verið ein dreymur hjá henni.

Men hon hevur sett sær høg mál fyri sítt virki, nevniliga at varðveita álitið og savningarmegina í Norðurlondum. Og tað skal gerast við at leggja dent á virðir, sum eitt nú javnstøðu og tolsemi, og hetta hevur ikki verið so væl móttikið hjá øllum í Føroyum.

Meira um tað móti endanum í hesi greinini.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var tað, hon vildi
Gunn var heilt ung, tá hon visti, at hon vildi arbeiða við mentan. Hon hevur roynt eitt sindur av sjónleiki sum ung, og fann útav, at tað ikki var útinnandi palllistafólk hon skuldi vera, men heldur tann, sum stóð aftanfyri og skipaði fyri.

Tí valdi hon at fara til Bíggjar, til Bø í Telemark, at útbúgva seg sum mentanarráðgeva ella kulturkonsulent, sum útbúgvingin æt tá. Gunn greiðir frá, at tá lokala og regionala mentanarlívið í Noregi varð institutionaliserað ella stovnsgjørt, við mentanarhúsum í næstan hvørjari kommunu, skaptist eisini tørvur á eini útbúgving í administrativari leiðslu innan mentanarøkið.

Útbúgvingin varð løgd í Bø, sum liggur rættiliga ”langt úti á landinum” eftir norskum mátistokki. Útbúgvingin í Bø er í dag ein deild av Universitetet i Sørøst-Norge.

Bergen hevði brúk fyri mær
Tá Gunn var liðug í Bø flutti hon til Bergens, sum liggur rættiliga langt frá føðibýnum Moss, uttarlaga í Oslofjørðinum oman móti svenska markinum.

- Bergen var evropeiskur mentanarhøvuðsstaður tá í ár 2000, og eg helt at Bergen hevði brúk fyri einum slíkum sum mær fyri at árið skuldi verða væleydnað, greiðir Gunn smílandi frá.

Tað er palllistin, ið hevði stóra áhugan hjá nýklakta mentanarkonsulentinum, sum í fleir ár arbeiddi breitt við mentan, men við serligum áhuga fyri palllist í næststørsta býnum í Noregi.

Seinni valdi hon at byrja fyri seg sjálva sum framleiðari, produsentur, fyri ymiskar leikhópar, sum tókust við leik og eisini dans.

- Uppgávan hjá einum produsenti er at skipa fyri og tilrættisleggja líka frá tí at eitt hugskot verður ment, og søkjast skal um stuðul, og síðan finna hølir og støð til framførslur. Starvsøkið er sera breitt, ásannar Gunn Hernes.

Tað var í hesum arbeiði, at norðurlendski neistin varð tendraður.

- Útgangsstøðið er tað sama
- Tá ein arbeiðir við at skipa fyri mentanarligum framførslum og tiltøkum, so kemur ein tætt í samband við tær stuðulsskipanir, sum eru í Norðurlondum. Uttan fleiri av hesum grunnum var ikki møguligt hjá mær at gera tað, eg gjørdi. Eg dugdi at síggja stórða virðið í, at Norðurlond hava tikið seg saman at stuðla listini.

- Og stuðulsskipanirnar eru soleiðis háttaðar, at í fleiri førum skal vera talan um samstarv við onnur norðurlond fyri at fáa stuðul, og á henda hátt fekk eg eitt breitt netverk innan mítt øki.

- Ein stórur partur av mínum virksemi tá var at ferðast til messur og festivalar og ferðavirksemið var stórt. Okkurt árið var eg á ferð í 200 dagar, greiðir Gunn Hernes frá.

Les eisini: Mentanargrunnurin - stóri ígongdsetarin í Norðurlondum

Tað var á eini ferð hinu megin jørðina, at tað gekk upp fyri Gunn, hvussu nógv vit hava til felags í Norðurlondum.

- Eg var á eini messu í Suðurkorea, stórari messu, og vit vóru kanska tvey úr Noregi. Tá legði eg til merkis, hvussu vit, sum komu úr Skandinavia og Norðurlondum, líka sum natúrligt funnu saman og hjálptu hvørøðrum.

- Tað var her, at tað gekk upp fyri mær, at eg havi ein norðurlendskan samleika afturat mínum norska. Tað er eitt sindur ringt at seta orð á, men vit skilja hvønn annan. Ikki bara tí at vit kunnu gera okkum forstáilig málsliga, men eisini tí at tað er annað, vit hava til felags, sum ger at vit skilja hvønn annan.

Fagurfrøðiligur felagsskapur
- Tað er okkurt við, at vit hava sama útgangsstøði, vit hava eitt mentanarligt útgangsstøði, sum ger at vit kunnu arbeiða saman stórt sæð uttan forðingar, og so hava vit eisini okkurt til felags fagurfrøðiliga – vit hava ein felags estetikk, sum ger at vit skjótt finna saman í samstarvi, sigur Gunn Hernes.

- Tað við tí felags estetiska sansinum fann eg útav so langt burturi sum í Meksiko. Ein rættiliga serlig verkætlan við 20 norðurlendskum kvinnuligum dansarum frá ymsum londum, summar meira dugnaligar enn aðrar í aldrinum 20 til 60 ár.

- At vera har og uppliva felagsskapin hjé hesum kvinnun, og eisini uppliva hvussu fólkini í Meksiko tóku ímóti okkum, hvat tey undraðust yvir og vórðu ovfarin av, gjørdi tað greitt fyri mær, at norðurlendingar hava nógv til felags, ikki minst á fagurfrøðiliga økinum, sigur Gunn Hernes.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Reykjavík og Havnar
Eftir at hava virkað á fría marknaðinum innan norskt og altjóða mentanarlív í nøkur ár, fór Gunn at leita sær eftir onkrum meira føstum.

- Tað var tann bureaukratiski parturin av mær, sum segði, at nú vóru stundir hjá mær at royna meg í einum meira fyrisitingarligum starvi, har eg fekk møguleika at arbeiða við strukturi, politikki og skipanum innan mentanarlívið.

Tá Gunn sá, at eitt starv var leyst at søkja í Norræna Húsinum í Reykjavík, valdi hon at søkja, og hon fekk starvið sum verkætlanarleiðari har. Hetta var í 2015.

Tá so starvið sum stjóri fyri Norðurlandahúsið í Føroyum varð lýst leyst í úrtíð, tí Siv Gunnarsdóttir valdi at siga upp fyri tíð, uppstóð knappliga ein nýggjur møguleiki.

- Eg hevði vitjað Norðurlandahúsið í sambandi við Bókadagarnar, og var ovfarin av at uppliva húsið, sum er rættilgia nógv øðrvísi enn Norræna Húsið í Reykjavík. Eg tók kjansin og søkti dreymastarvið. Og eg fekk tað...

Framíhjárættur
Gunn Hernes viðgongur, at innan hennara fak er tað ein framíhjárættur at sleppa at standa á odda fyri einum stovni sum Norðurlandahúsið, tí Norðurlandahúsið er so nógv meira enn bara eitt mentanarhús í vanligum týdning.

Hetta er ikki eitt hús, har skipað verður fyri einum tiltaki, har tað ræður um at fáa gestir inn og fáa teir útaftur til næsta tiltak er á skránni.

- Norðurlandahúsið er ein livandi stovnur. Her er lív í alla tíðina. Vit hava okkara stóru tiltøk, men hava alla tíðina eisini onnur tiltøk. Og vit eru vit so heppin at hava væl umtóktu mat- og kaffistovuna Systrar, sum ger at tað altíð er lív í húsinum.

- Vit eru í orðsins sanna týdningi í tøttum sambandi við okkara brúkarar, tí brúkararnir eru her alla tíðina, meira ella minni. Eisini tí, at vit arbeiða bæði saman við professionellum listafólkum, og áhugaleikfólkum. Hetta er veruliga ein framíhjárættur, sigur Gunn Hernes.

- Mín og okkara uppgáva er at vera ein katalysator. Vera við at seta ting ígongd á mentanarliga økinum, men eisini vísa føroyingum hvat hini norðurlondini og umheimurin hava at bjóða.

- Men vit eru eisini við at hjálpa føroyskari list út í heim, bæði til norðurlond og víðari, og tað er tað kanska ikki so nógvir føroyingar, sum geva sær far um, vísir Gunn Hernes á.

Skal vera pláss fyri øllum
Tá ein tosar við Gunn Hernes er ongin ivi um, at hon brennir fyri listini og fyri mentanini og er eisini til reiðar at berjast fyri henni.

Prátið kemur natúrliga eisini inn á tann meira umstrídda partin av hennara virki sum stjóri fyri Norðurlandahúsið, eitt nú at hon hevur tikið málsetningin hjá Ráðharraráðnum í álvara um at virka fyri jøvnum rættindum, javnari viðferð og jøvnum møguleikum hjá LGBT+persónum í øllum Norðurlondum.

Tí varð tað serliga lagt merki til tað, tá Norðurlandahúsið valdi at skifta norðurlendsku fløggini út við ælabogavimplar í sambandi við Faroe Pride dagin undan ólavsøku. Ja, Gunn Hernes er í ávísum skarum beinleiðis løgd undir at vera tann, sum hevur góðtikið siðloysi í almenna rúminum.

- Í strategiini fyri norðurlendska mentanarsamstarvið eru trý høvuðsmál, sum vit arbeiða eftir. Hesi eru børn & ung, haldføri og javnrættindi. At vera inkluderandi mótvegis øllum bólkum í samfelagnum er tí ein heilt natúrligur partur av okkara virki. Tí er tað eisini ein sjálvfylgja fyri meg, at Norðurlandahúsið flaggar við ælabogalitunum í sambandi við Faroe Pride, sigur Gunn Hernes.

Hevur verið fyri ágangi
- Eg skal viðganga, at avgerðin, sum var mín egna, ikki hevur verið væl móttikin allastaðni. Eg havi verið úti fyri ágangi fyri hesa gerðina – fleiri óbehagiligum hendingum har fólk hava rópt eftir mær og skeldað meg út í almenna rúminum.

- Eg havi eisini haft fleiri kaffifundir inni á skrivstovuni míni við fólkum, sum vildu siga mær – summi rættiliga fordømandi – hvat tey hildu um avgerðina. Og tað er fínasta slag. Sjálvandi skulu fólk hava høvi til at siga mær, hvat tey halda.

- Eg havi ongantíð verið bangin, nei. Men eg skal viðganga, at eg hugsi meg væl um hvar eg fari, sigur Gunn Hernes.

- Eg kundi valt at givist við at flagga við ælabogavimplunum fyri at sleppa undan hesum óbehagiligheitunum, men tað haldi eg ikki vera rætt. Tað er júst har sensurur byrjar. Og vit skulu ikki sensurera hvønn annan, men vit skulu úttrykkja okkum. Tað er av stórum týdningi í einum fólkaræðiligum samfelag. Gevur mann seg fyri trýsti, so er onki vunnið, sigur Gunn Hernes, og er skjót at leggja afturat, at hon alla tíðina hevur kunnað síni starvsfólk um hesar avgerðirnar, og at tey hava givið henni fullan uppbakning.

Áhugin fyri Føroyum er stórur
Við sínum royndum sum virkin innan mentan á øllum stigum í Norðurlondum, dugir Gunn Hernes í dag at síggja styrkirnar við norðurlendska samstarvinum, men eisini onkrar veikleikar.

- Í vanliga arbeiðinum og samskiftinum hjá mær, merki er als ikki, at tað verður gjørdur munur á mær, tí eg umboði Føroyar. Áhugin fyri Føroyum og føroyskari mentan og list er stórur allastaðni har eg komi. Og tað er gott.

- Men onkuntíð renni eg meg inn í smávegis forðingar. Til dømis eri eg longu farin at hugsa so mikið føroyskt, at eg gerist ørg, tá eg eitt nú ikki kann velja ’Føroyar’, um eg eitt nú skal melda meg til eina ráðstevnu í altjóða ella norðurlendskum høpi.

- Sum mentanararbeiðari umboði eg føroyska mentan, og so kann eg ikki fara at siga, at eg komi frá Noregi ella Danmark, tað ber ikki til, sigur Gunn flennandi.

Avbjóðingar í samanhaldinum
Seinastu mánaðirnir hava eisini lært hana, at norðurlendska samanhaldið kanska ikki er so sterkt, sum vit vildu ynskt og hava hildið síðan 1952 tá Norðurlandaráðið varð stovnað.

- Flóttafólkakreppan fyri nøkrum árum síðani og nú koronakreppan vísir okkum, at vit ikki standa saman tá veruliga á stendur, og tað er harmiligt. Hetta er avgjørt eitt evni, sum vit skulu arbeiða við tey komandi árini – kanska eisini listarliga, heldur Gunn Hernes.

Gunn Hernes óttast eisini fyri, at samanhaldið millum fólk kann viknað orsaka av koronaavbjóðingunum.

- Tað er fínasta slag at virka hvør í sínum lagi, og so møtast tykisliga á netinum við hjálp av Teams, Zoom ella hvat nú amboðini eita. Men eg kenni eisini á mær, at man ikki fær fult persónligt samband á tann hátt. Tað manglar okkurt í samskiftinum við at fólk ikki eru til staðar í sama rúmi. Tað verði seg á arbeiðsplássinum heima, men serliga eisini í regluliga samskiftinum við samstarvsfelagar uttanlands.

- Tí mugu vit vóna vóna, at tað ringasta nú er yvirstaðið, so vit aftur sleppa at hittast, og ikki minst at fáa spennandi listafólk í Norðurlandahúsið at vísa fram sína list, sigur Gunn Hernes at enda. 

 

Henda greinin um við Gunn Hernes er fjórða av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 38, 9. oktober 2020

Fyrsta greinin: Føroyar eiga at taka størri ábyrgd í norrønum samstarvi

Onnur greinin: Tær loysnir vit finna fram til kunnu eisini koma øðrum til góðar

Triðja greinin: Norðurlendski vælviljin mótvegis Føroyum er stórur

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

23 Leygardagur 17. oktober 2020

Mentanargrunnurin – stóri ígongdsetarin í Norðurlondum

Hevði tað ikki verið fyri Nordisk Kulturfont vóru nógvar verkætlanir í Norðurlondum, sum ikki høvdu lív lagað, heldur Jaspur Langgaard, føroyskur stýrislimur í grunninum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá talan er um stuðla mentan og listalívi í Norðurlondum, so kemst ikki uttan um Norðurlendska Mentanargrunnin, ella Nordisk Kulturfond.

Talan er um ein grunn undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum síðan 1967 hevur stuðlað mentanarprojektum, ikki bara í Norðurlondum men eisini uttan fyri Norðurlond.

Grunnurin hevur eina fíggjarætlan á næstan 40 milliónir krónur og stuðlar fleiri hundrað listarligum og mentanarligum verkætlanum á hvørjum ári.

- Tú kanst væl siga, at tað vóru heilt nógvar verkætlanir á mentanarliga økinum, ið aldri blivu til nakað, um tær ikki høvdu møguleika at fáa stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum.

Soleiðis sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Jaspur Langgaard. Hann situr sum føroyskt umboð í mentanargrunninum.

Føroyska umboðið gongur skiftivís millum eitt embætisfólk og ein politikara, og Jaspur Langgaard varð valdur í ár, tí hann situr sum annað føroyska umboðið í Norðurlandaráðnum. Hitt umboðið, Høgni Hoydal, er varalimur í stýrinum fyri Mentanargrunnin.

Mentanin knýtir londini saman
Sjálvur er Jaspur nýggjur í norðurlendskum høpi, og hóast hann hevur sitið í stýrinum fyri mentanargrunnin síðan á nýggjárinum, so hevur hann ikki hitt hinar stýrislimirnar enn í veruligum lívi.

Koronasóttin hevur nevniliga forðað fyri, at tey hava kunnað verið saman á fundi. Allar avgerðir og altsamskifti er tí farið fram á netinum, greiðir Jaspur Langgaard frá.

13 limir eru í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin. Tey fimm stóru londini áva tvey umboð og tey trý sjálvstýrini eitt umboð.

- Mentanargrunnurin og aðrar skipanir, sum stuðla undir norðurlendska samstarvinum hava sjálvandi stóran týdning. Tað er jú mentanin, ikki minst málið, sum knýtir londini saman, og tí er tað av týdningi at hava ein slíkan grunn, heldur Jaspur Langgaard.

Mentanin fyri sparingum
Umframt at iðra seg um, at hann enn ikki hevur lært sínar felagar í stýrinum at kenna enn, so iðrar Jaspur Langgaard seg eisini eitt sindur um, at játtanin til mentanargrunnin er minkað eitt vet í seinastuni, hetta tí at ráðharraráðið bæði roynir at spara og eisini at royna at flyta pening yvir á grønar verkætlanir, tí umhvørvismál , sum eru millum høvuðsmálini hjá norðurlendska samstarvinum í løtuni.

Jaspur harmast um, at hetta skal ganga út yvir stuðulin til mentanina.

Sum limur í stýrinum fyri mentanargrunnin, og eisini í budgetnevndini í Norðurlandaráðnum, sær hann tað sum sína uppgávu at tryggja, at eitt nú sparingar ikki raka skeivt.

- Vit hava stríðst fyri, til dømis, at tryggja eina nøktandi játtan til Norðurlandahúsið, greiðir føroyski politikarin frá.

Ígongdsetari
Annars sær hann tað sum sína uppgávu, deils at gera føroysk lista- og mentafólk varug við møguleikarnar at fáa stuðul, og so eisini at tryggja, at tað ikki eru listagreinar, sum detta niðurímillum í játtanarskipanini.

Fleiri føroyskar verkætlanir hava notið gott av stuðlinum frá mentanargrunninum. Millum tær seinastu eru Bindifestivalurin í Fuglafirði, FIMFF filmsfestivalurin og Puls-konsertverkætlanirnar, sum bæði Norðurlandahúsið og Mentanarhúsið í Fuglafirði hava skipað fyri.

- Í flestu førum eru tað persónar, sum brenna fyri sínum áhuga, sum fáa gagn av stuðulsskipanunum, og tað dámar mær væl. Grunnurin er eitt slag av íverksetarastuðuli við tað, at tað ikki er møguligt áhaldandi at søkja til somu verkætlan, og tá er hugaligt at síggja, at summar av verkætlanunum eydnast og kunnu halda fram uttan okkara stuðul, sigur Jaspur Langgaard.

Greinin er partur av greinarøð, sum er skrivað fyri Føroya Landsstýrið í sambandi við føroyska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og hevur verið prentað í Dimmalætting

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

24
Leygardagur 17. oktober 2020

Kambur komin aftur av seinasta túrinum áðrenn eigaraskifti

Línuskipið Kambur kom í vikuni á Kollafjørð at landa seinastu lastina undir núverandi eigarum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Línuskipið Kambur er selt til eitt felag í Vestmanna, har skipið fær heimstað umframt nýtt navn.

Kambur kom á Kollafjørð mikudagin, har han skuldi landa 100 tons av botnfiski, sum er fiskaður undir Føroyum. 

Tá ið liðugt var at landa, fór Kambur á Skála, har skipið skal skifta eigarar.

Kambur, sum seinastu nógvi árini hevur havt heimstað á Strondum, er selt til felagið HKO í Vestmanna, sum seinastu árini hevur rikið ísfiskalínuskipið Vesturhavið, sum er bygt í 1963.

Hetta skipið, sum er yvir 57 ár, men tó í góðum standi, verður nú avloyst av einum skipið, sum er 33 ára gamalt, og sum er eitt frystilínuskip.

Við einum nýggjari, størri og meira framkomnum skipi, fær reiðaríið nú munandi fleiri møguleikar, og betri umstøður at virka undir. Eitt nú kunnu teir fara á Flemmish Kap at fiska.

Nýggja Vesturhavið kemur á Vestmanna fyri fyrstu ferð í dag, leygardagin, har ein lítið móttøka verður.

Vesturhavið fer eftir ætlan til fiskiskap fyrst í komandi viku.

Hava keypt nýtt skip fyri Kamb
Við søluni av Kambi, hava undanfarnu eigararnir tryggjað sær eitt størri og nýggjari skip, sum kemur í flotan fyri núverandi Kamb.

Talan er um norska frystilínuskipið Østerfjord, sum er bygt í 1998, og sum hevur dragibrunn, sum ger umstøðurnar hjá manningini munandi betri at arbeiða undir.

Talan er um eitt skip, sum er í góðum standi, og sum eftir ætlan kemur til Føroyar um mánaðarskiftið.

Reiðaríið, sum eigur Østerfjord í dag, fær handað ein nýbygning fyrst í 2021.

[object Object]

Savnsmynd (Sasho Bjartsson)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2020

25 Leygardagur 17. oktober 2020

Danska stjórnin bakkar: Tvangskoppsetingar tiknar úr nýggja uppskotinum til epidemilóg

Upprunaliga lógaruppskotið um nýggja epidemilóg er tikið aftur, og nýtt uppskot lagt fram. Tvangskoppsetingar eru nú ikki partur av uppskotinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein nýggj epidemilóg er á veg í staðin fyri skundlógina, ið varð samtykt á fólkatingi 12. mars í ár í sambandi við koronastøðuna. Skundlógin heimilar í løtuni fleiri avmarkingar og forboð móti einstaklingum og fyritøkum í Danmark, millum annað forboð móti stórum samkomum í almenna rúminum og afturlatingar av handlum, matstovum við meira.

Ætlanin var, at hesar heimildir skuldu vera fyribils í sambandi við koronakreppuna, og lógin skuldi tí ganga út 1. mars í 2021.

Men danska stjórnin hevur tó arbeitt við einari nýggjari epidemilóg, sum skuldi gera hesar og aðrar heimildir varandi. 1. oktober varð uppskot til nýggja epidemilóg sent út til hoyringar í Danmark. 

Uppskotið skoytir ein nýggjan bólk av sjúkum upp í lógina, sum verða kallaðar “samfelagskritiskar sjúkur”, og inniheldur harafturat fleiri víðfevnandi heimildir - millum annað tvangskoppseting av einstaklingum. Sambært Ritzau vilja fleiri danskir politikarar vera við, at uppskotið til lógina fer ov langt, og stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini, Einheitslistin og Tey Radikalu, meldaðu út 1. oktober, at tey gingu ikki við til at samtykkja uppskotið. 

- Sambært uppskotinum verður tað stjórnin sjálv, sum kann siga, at nú hava vit eina samfelagskritiska sjúku, sum harvið gevur stjórnini heimild til at gera inntriv so sum savningarforboð, krav um munnbind og onnur tiltøk, segði Peder Hvelplund frá Enhedslisten við Ritzau 1. oktober.

- Tað kunnu vit ikki góðtaka. Tað er í lagi, at mann kann brúka tey amboð, tá ið ein sjúka sum til dømis COVID-19 hóttir altumráðandi samfelagsvirksemi. Men tað er ikki ein heimild, sum stjórnin skal kunna veita sær sjálvum, segði Hvelplund. 

Tað sær tó út til, at danska stjórnin hevur tikið nakrar av atfinningunum til sín. Fyrradagin varð nýtt uppskot til epidemilóg sent út til hoyringar, har m.a. ásetingarnar um tvangskoppseting vórðu tiknar burtur. 

Fólkatingslimurin fyri Nýggj Borgarlig, Lars Boje Mathiesen, skrivaði gjáramorgunin á Facebook, at tað er takkað verið mótstøðuni hjá fólki, at upprunaliga lógaruppskotið til nýggja epidemilóg er tikið aftur.

- Jú, stjórnin hevur nú sent eina nýggja útgávu av lógini út til hoyringar, har tað er broytt í tekstinum um t.d. tvangskoppseting. Tey hava merkt trýstið, skrivar Lars Boje Mathiesen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2020

26 Leygardagur 17. oktober 2020

Íslendingar umhugsa av avtaka navnanevndina

Ætlanin er eisini at ganga burtur frá kravinum at geva faðir- ella móðirnavn sum eftirnavn

Íslendingar skulu avgera sjálvir, hvussu børn teirra skulu eita, heldur løgmálaráðkvinnan (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Íslandi er nú uppskot frammi um av avtaka navnanevndina, sum í Íslandi eitur mannanavnanevndin.

Navnanevndin er rættiliga umstrídd, tí hon umsitur listan yvir góðkend nøvn, sum íslendingar sleppa at kalla børn síni. Men um eitt lógaruppskot frá Áslaug Arnu Sigurbjörnsdóttir, løgmálaráðkvinnu, verður samtykt, so verður henda nevndin upployst.

Tey, sum taka undir við uppskotinum siga, at tað er ein mannarættur at kalla børn síni tað tey ynskja, og at royndir aðrastaðni frá vísa, at foreldur taka góðar avgerðir tá talan er um at geva børnunum navn.

Mótstøðufólkini siga, at í Íslandi er ein sterk og aldargomul siðvenja viðvíkjandi navnagávu, og at henda skal varðveitast. Tey vísa á, at navnanevndin jú loyvir undantøk frá galdandi siðvenju, skrivar ruv.is.

Formaðurin í navnanevndini, Aðalsetinn Hákonarson tekur sjálvur undir við broytingaruppskotinum. Hann vísir á, at sambært uppskotinum ber framvegis til at sýta fólkum at geva børnum nøvn, ið eru óhóskandi ella kunnu vera barninum at meini.

Sambært RUV umfatar lógaruppskotið annað enn avtøku av navnanevndini.

Farið verður eisini frá øðrum siðvenjum í íslendskari navnagávu, um uppskotið verður samtykt. Eitt nú er ætlanin at geva íslendingum møguleika at fáa so nógv nøvn, teimum lystir, og tað skal heldur ikki longur vera krav at tey skulu bera foreldranavn sum eftirnavn.

Fólk, sum hava havt ein truplan barndóm, og ikki ynskja at hava nakað við foreldur síni at gera, fegnast um møguleikan at fáa eitt annað eftirnavn, skrivar RUV.

Men mótstøðan móti broytingunum er eisini stór í Íslandi. Víst verður á, at talan er um eitt mentanarleyst uppskot, ið brýtur við ein sið, ið hevur verið galdandi í Íslandi síðan landnámstíð.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

27 Leygardagur 17. oktober 2020

- Tú kanst gott stjórna einum landi hóast tú sær gott út

Kavelergong hjá finska stjórnarleiðaranum skapar kjak

Mynd: Trendi Magazine
SkrivaÐ:

Hvat.fo

Finska forsætisráðkvinnan, 34 ára gamla Sanna Marin, hevur seinastu vikuna elvt til kjak á netinum. Ikki fyri hennara politikk, men fyri kavalergong á einari mynd.

Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.

Á einari mynd, sum er tikin í sambandi við eina samrøðu í blaðnum Trendi Magazine, er forsætisráðkvinnan í einum klædningsjakka, men hevur ikki skjúrtu ella brósthaldara innanfyri.

Tað hevur sambært YLE og SVT havt við sær nógvar atfinningar á sosialum miðlum, har fleiri vilja vera við, at myndin ikki er hóskandi fyri eina kvinnum, sum er forstæsiráðharri, og at hon vísir ov nógva húð.

Eisini eru fleiri sum stuðla Sanna Marin undir hassjtagginum #imwithsanna.

- Tú kanst gott vera intelligentur, dugnaligur og skikkaður og leiða eitt av heimsins bestu londum sum forstæsiráðharri, eisini um tú sært gott út, skrivar ein brúkari á Twitter.

- Eg havi ikki so nógva kavelergong, men eg stuðli henni (og øllum øðrum kvinnum, sum fara í tað, teimum lystir), skrivar ein annar.

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

28 Leygardagur 17. oktober 2020

Sverri Sandberg Nielsen EM-gull

Var fyrstur á mál í Polandi - fekk heiðurliga móttøku í Føroyum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar fingu sunnudagin ein evropameistara í rógving. Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági vann EM-gull tá hann kom fyrstur á mál í finaluni í einskullara í Poznan í Polandi.

26 ára gamli miðvingurin var leingi aftarliga, men hevði ein framúr góðan endaspurt og vann við tíðini 06:50.220, umleið eitt sekund frammanfyri nummar tvey úr Polandi. Noreg endaði á triðja plássi.

Nógv varð gjørt burturúr, tá Sverri Sandberg Nielsen kom til Føroyar við EM-gullmerkinum um hálsin.

Á flogvøllinum gjørdi Atlantsflog heiðursportur við brandbilunum. Mikudagin vóru tvær móttøkur. Fyrst ein saman við løgmanni í Tinganesi og seinni skipaði Vága kommuna fyri móttøku við røðum og tónleiki í miðstaðarøkinum í heimbygdini, Miðvági.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2020

29 Leygardagur 17. oktober 2020

Enn ein tryggur sigur á Andorra

Klæmint Olsen skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Møguleikarnir vóru har til fleiri mál, men seinni hálvleikur gjørdist heldur tamur. Føroyar eru nú heilt nær við at vinna bólkin

Klæmint Andrasson Olsen skorar til 2-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá tólv minuttir vóru eftir á Tórsvølli týskvøldið royndi innskifti Gilli Rólantsson seg tvær reisur við innleggi til Klæmint Andrasson Olsen. Tvøramaðurin á høgra bakki hevði runnið rætt, og Brandur Hendriksson, ið lá á miðvøllinum og stýrdi føroyska spælinum, fann hann við sera góðari alvering. Í seinnu royndunum eydnaðist tað, men Klæmint stútaði framvið.

Hetta var tað tættasta, ið Klæmint kom uppá at fáa sítt hattrikk, ið hevði verið tað fyrsta ein føroyskur A-landsliðsleikari hjá monnum hevði skorað í 24 ár (Todi Jónsson í 1996). Hetta var eisini tað tættasta, ið Føroyar komu uppá at skora til 3-0 í 2. hálvleiki, har heimaliðið fullkomilga sat á spælinum.

Andorra hótti ongantíð heilt føroysku leiðsluna, og teir gulkløddu vóru eisini meira hugsavnaðir um tað verjukenda spælið. Málini vóru heilt góð, og Føroyar eru aftur á sigurskós og heilt nær við at vinna bólkin.

[object Object]

UEFA Nations League deild D, bólkur 1
Tórsvøllur 13.10
Føroyar - Andorra 2-0 (2-0)
19' Klæmint Andrasson Olsen (Meinhard Egilsson Olsen) 1-0
33' Klæmint Andrasson Olsen (Hallur Hansson) 2-0

Føroyar (4-4-2/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen (72' Gilli Rólantsson Sørensen), Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (90' Heðin Hansen), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (72' Andreas Lava Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Hansson (L), Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (53' Jóan Símun Edmundsson)

Lettland - Malta 0-1

Støðan eftir fýra umfør
1. Føroyar (10 stig) 
2. Malta (5 stig)
3. Lettland (3 stig)
4. Andorra (2 stig)

[object Object]

Undanfarna leygardag spældi Føroyar heima móti Lettlandi:

Úrslitini í 10. oktober 2020:
Føroyar - Lettland 1-1 (1-1)
24' Janis Ikaunieks 0-1
28' Odmar Færø (Jóannes Bjartalíð)

Andorra - Malta 0-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

30 Leygardagur 17. oktober 2020

Føroyar koppaðu Montenegro

Eins og í 2014 vann U21-landsliðið 1-0 á týsdagin á Svangaskarði móti Montenegro. Stefan Radosavljevic skoraði einsamalla málið í dystinum, og liðið hjá Sámali Eriki Hentze hevur nú seks stig

Stefan Radosavjlevic skoraði sítt triðja mál í undankappingini og gjørdist harvið matchvinnari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og ímóti Ísrael fyrst í farna mánaði vunnu Føroyar EM-undankappingardyst á Svangaskarði, har Montenegro týsdagin var á vitjan. Føroyski sigurin var væl og virðiliga uppiborin, og avrikið hjá ungu monnunum var aftur sannførandi: Bæði sum einstaklingar og ikki minst sum lið.

Føroyar byrjaðu greitt betri, og fingu í løtum veruliga lagt trýst á Montenegro og skapt onkra vandamikla støðu. Okkara hildu væl fast í bóltinum og fluttu hann runt við yvirskoti og tó. Beint áðrenn hálva tíman kom liðið hjá Sámali Eriki Hentze og Hegga Samuelsen eisini á odda.

Eftir gott uppspæl kom bólturin út til Adrian Justinussen í vinstru. HB-kanturin legði ein fínan bólt inn í brotsteigin. Har var Stefan Radosavljevic komin uppá pláss, og tvøramaðurin í B36, sum spældi sera væl á føroyska miðvøllinum, strekti beinið fram, og bólturin fór umvegis stongina í málið hjá Montenegro. Hetta var triðja málið hjá Stefani í átta dystum í undankappingini.

Hetta gjørdist einasta málið í dystinum. Montenegro kom betri út til 2. hálvleik og hótti nakrar ferðir, serliga við deyðbóltum sum útiliðið eisini fekk ein góðan málmøguleika uppá í fyrra hálvleiki. Men føroyingar stóðu væl ímóti, vóru í fleiri løtum kaldur á bóltinum, hóast tað gjørdist heldur rótut til tíðir, og kundu havt økt. Millum annað høvdu Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen og Pætur Petersen góðar málmøguleikar, tá tað gjørdist leyst hjá útiliðnum, men yvirskotið og góðskan manglaðu eitt sindur í støðunum.

Hetta var annar sigurin hjá Sámar Eriki Hentze sum oddamanni fyri føroyska U21-landsliðnum. Hetta merkir at Føroyar eru eitt stig aftanfyri Montenegro í bólkinum áðrenn seinastu tvey umførini. Har skulu ungu føroysku menninir royna seg í Kasakstan og Spania.

U21 EM-undankapping
Tórsvøllur, 13/10
Føroyar - Montenegro 1-0 (1-0)
29' Stefan Radosavljevic (Adrian Justinussen)

Føroyar (4-2-3-1): Rói Zachariassen (EB/Streymur) - Ari Olsen (Víkingur), Samuel Johansen Chukwudi (HB), Ólavur Niclassen (KÍ), Daniel Johansen (HB) - Stefan Radosavljevic (B36 - 89' Ragnar Samuelsen, B36), Hjalti Kárason Djurhuus (EB/Streymur) - Lukas Giessing (AB - DAN - 90' Hanus Sørensen, FC Midtjylland), Petur Knudsen (L - NSÍ), Adrian Rúnason Justinussen (HB) - Pætur Petersen (HB).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2020

31 Leygardagur 17. oktober 2020

- Allir hava gott sjálvsálit og tora at spæla bólt

Hetta sigur málskjúttin hjá U21-landsliðnum móti Montenegro, Stefan Radosavljevic. Hann hevur skorað í øllum sínum landsdystum á Svangaskarði og sigur, at tað átti at verið umhugsað at spælt har hvørja ferð

Fagnaður eftir 1-0 málið á Svangaskarði týsdagin (Mynd: Heri Joensen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað kemur eitt innlegg úr vinstru, har eg renni móti fremstu stong, og hopi at bólturin kemur har. Innleggið var somikið gott, at eg bara skuldi prika til bóltin, og so var hann í málinum.

Soleiðis lýsir Stefan Radosavljevic málið, ið hann skoraði fyri U21-landsliðið í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði móti Montenegro týskvøldið, tá Føroyar vunnu 1-0. 20-ára gamli miðvallarin setti fótin á innlegg frá Adrian Justinussen úr vinstru, og so vóru Føroyar á odda.

Hetta var einsamalla málið í dystinum, men ikki tað fyrsta hjá Stefani á Svangaskarði - eitt stað, ið tvøramaðurin og toppskjúttin hjá Føroyum í undnakappingini dámar væl at spæla og ynskir at spæla fleiri dystir á.

- Vit vunnu eisini seinast á Svangaskarði, so man burdi kanska umhugsa at spælt har hvørja ferð. Har er deiligt at spæla, helst tá veðrið er gott.

B36-miðvallarin greiðir frá, hvat tað er, sum ger at gongdin hjá U21-landsliðnum er so góð.

- Eg haldi bara tað, at allir hava gott sjálvsálit og tora at spæla bolt. Í dystinum móti Montenegro spæla vit góðan fótbólt, har vit geva nakrir heilt fáir kjansir vekk.
Fyrst og fremst vilja allir á hesum liðnum vinna. Um man vil vinna landsdystir, so er man noyddur at arbeiða knallhart fyri hvørjum bólti og sjálvandi at hava bóltin um tað ber til. Og tað føli eg, at hetta liðið ger.

Undir Sámal Erik Hentze hava Føroyar vunnið tveir dystir - Ísrael og Montenegro á Svangaskarði - og tapt móti ovastu liðunum í bólkinum á Tórsvølli, har ungu føroysku menninir hava verið væl við í dystunum - 1-2 móti Norðurmakedónia og 0-2 móti Spania har seinna málið kom í yvirtíðini.

Tveir dystir eru eftir í undankappingini: Á útivølli móti Kasakstan og Spania

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2020

32 Leygardagur 17. oktober 2020

Hallur Joensen vann fyri sættu ferð

Haldor Holm Cup var farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

30. útgáva av Haldor Holm Cup í billard var farna vikuskiftið.

Undanfarin ár hevur kappingin verði skipað soleiðis, at fimm teir bestu frá frá FM-liðkappingini hava luttikið í Haldor Holm Cup. Tá bleiv spælt um at hava hægsta miðaltal.

Kappingin var skipað øðrvísi hesaferð við tað, at hon í ár var skipað sum ein opin kapping. Tó at í mesta lagi 24 spælarar høvdu møguleikan at luttaka.

Kappingin varð hesaferð skipað soleiðis, at spælt var í innleiðandi og næsta umfarið best av trimum settum, har spælt var upp til 100 eygu. Triðja umfarð var spælt best av fimm. Hálvfinalan var spælt best av sjey. Og finalan bleiv spæld best av níggju settum.

Hetta vísti seg at verða ein øðrvísi Haldor Holm kapping, har spælarar sum vanliga ikki eru við heilt í toppinum, fingu møguleikan at kappast ímóti teimum bestu billardspælaranum.

Teir fýra spælararnir, sum komu í hálvfinalurnar, vóru Sonhard Johannesen ímóti Per Hansen. Og í hinari hálvfinaluni dystaðust Hallur Joensen ímóti Hans Jákup Kollsker.

Hálvfinalan millum Sonhard og Per gjørdist ein sannur gýsari, har hin gamli billardveturanurin Sonhard dróg longra stráðið, við at vinna 4-3. Í hinari hálvfinaluni vann Hallur trygt 4-0 á Hans Jákup.

Sostatt møttust teir báir countryvinirnir, Sonhard og Hallur úr Klaksvíkar Billardfelag, í finaluni.

Settini í finaluni vóru sera tøtt. Teir skiftust um at vinna til støðan var 2-2. Men so hevði Hallur marginalarnar á sínari síðu og vann Haldor Holm Cup 2020. Hetta er sættu fer Hallur vinnur kappingina.

Kristian Suni Høgnesen og Henrik Petersen hava vunnið kappingina sjey ferðir.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2020

33 Leygardagur 17. oktober 2020

”Brugdan” var full í innvølum

Burturkastið frá slaktinum sæst aftur á sjónum hesa tíðina – lesið áhugaverda frásøgn

(Mynd: Edvard í Skorðini Joensen)
SkrivaÐ:

-

Edvardi í Skorðini Joensen í Sandavági dámar væl at fara út við opna fýramannafari sínum og fiska sær eitt kók.

Á útróðrartúri sínum fríggjadagin í farnu viku, helt hann seg eina løtu vera komin fram á eina lítla brugdu. Men seglið á brugduni flutti seg ikki. Hann forvitnaðist, og fann útav, at hetta ikki var livandi.

Ræði liggur eisini fyri hjá Edvardi at skriva, so vit lata hann sjálvan greiða frá.

[object Object]

Edvard í Skorðini Joensen skrivar soleiðis á Facebook:

Nógvir eru havsins loyndardómar
Sigldi aftur á aftur og skimaðist upp á land eftir ýtum. Kastaði og varnaðist ikki, fyrr enn eg hugdi rundan um meg, meðan tað rann niður, at har var okkurt óvanligt á sjónum nakað uttan fyri meg. Hetta líktist einum horni á hvali ella seglinum á eini lítlari brugdu.

Einki óvanligt er, tá tú flýtur soleiðis, at onkur medskapningur kemur á vitjan ella ferðast framvið. Men hendan brugdan, sum eg samdist við sjálvan um, at tað helst mundi vera, var í so støðuføst. Flutti seg ikki meira enn rákið vildi við somu ferð sum báturin.

Forvitin havi eg altíð verið, og tá so einki kenn var, skuldi hesin rekin, sum tað helst mundi vera, kannast. Um ikki annað kundi eg taka tað upp, um tað var slíkt, sum kundi vera hesum skjótu gardinubátunum til vanda, tá teir við flúgvaraferð, mangan bara við skrúvuni undir vatni, strúka eftir sjónum. Tað er so skjótt at yvirsíggja slíkar lágar rekar.

Hetta vísti seg at vera ein plastiksekkur, sum bundið var fyri, ið fleyt við reyvini upp, soleiðis at luftin helt honum omaná. Ná, men hatta lortið eigur ikki at liggja á sjónum, men má takast upp og beinast virðiliga fyri. (Man er væl vorðin eitt sindur sentimentalur við árunum.)

Eg legði stilt, krøkti hakan í, og skuldi draga sekkin til mín. Men tungt var í, og hann skrædnaði. Innvølurin – bókstavliga – sum rann úr, gjørdi meg heldur irriteraðan enn bilsnan. Og tó. Var annað væntandi hesa árstíðina?

Heldur enn at gera sum fyriskrivað er, og koyra slíkar posar í kommunalu ruskbingjuna, tykist tað høgligari bara at blakað lortið á sjógv og vænta, at vestfallið fer við tí.

Okey. Tað, sum rann úr, var hóast alt lívrunnið, so eg gjørdi av – líka ringur sum upprunaligi eigarin – at hatta má bara fara. Nakað væl sakk beinanveg, men slíkt sum tálg, mørður og indur varð flótandi.

Har sótu nakrar bakar stutt frá, og tá ein mási á ferð hevði víst hesum áhuga, vóru teir rímiliga skjótir, og trokaðu móti átinum fram. So helst fekst onkur nytta úr hesum rekanum kortini.

Við onkrum eitt sindur illavorðnum tanka til hesar órøkiskroppar, ið so bera seg at, tók eg sekkin upp. Hann ligur nú í gráa posanum frá IRF og bíðar, til okkara álítandi og røsku innsavnarar taka hann við sær til Leirvíkar mánamorgunin. 

(Myndir: Edvard í Skorðini Joensen)

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2020

34 Leygardagur 17. oktober 2020

Myndir: Sneis og Lágafjall

Í føroysku fjøllunum við Pól Sundskarð, pol.fo

Frammi við Gjónna og Leynavatn av Koppinum
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Túrurin byrjaði uppi við Mýrarnar oman fyri Vestmanna seint seinnapartin. Sneis, Lágafjall og út á Koppin, har útsýnið er sera vakurt oman til fram við Gjønna og Leynarvatn

- Heystlitirnir vísa seg frá sínu vøkru síðu, hettar er litirnir mær dámar best, sigur Pól Sundskarð.

[object Object]
Sneis av Sneisarstíggi

[object Object]
Mýrarnar og Loysingarfjall, longst vekk Postulakirkja og Tindur

[object Object]
Dalá

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2020