Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. oktober 2020 | Nr. 2 | Árgangur 1 | Kr. 0,00

Vit ræðast ikki kapping úr høvuðsstaðnum

- Øll vita, at Runavík er ein náttúruhavn, og bjóða vit røttu umstøðurnar til okkara viðskiftafólk, veit eg, at vit fara at standa okkum í kappingini, sigur stjórin í Runavíkar Havn

SíÐa 3

1 Leygardagur 24. oktober 2020

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun klokkan 7

Góðan lesihug – og gott Vikuskifti

Oddagrein

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Einki er at siga til, at fólk báðu megin tunnilin millum Hvítanes og Skálafjørðin eru spent nú dagurin fyri upplatingini av Eysturoyartunnlinum nærkast. Hópurin av teimum, sum í løtuni koyra millum Skálafjørðin og Havnina til arbeiðis, fær ein heilt nýggjan møguleika, sum styttir farleiðina við 30 kilometrum ella meira – hvønn vegin.

Ei undur í, at fólk eru spent. Samrøða í hesum blaðnum vísir á, at hesi fáa eina heila arbeiðsviku afturat um mánaðin – fjøruti tímar – í spardari flutningstíð við at taka túrin gjøgnum tunnilin heldur enn koyra eftir gomlu farleiðini. Kvalitetstíð at brúka saman við familju ella til at forkela seg sjálvan.

Spurningurin er so, um 150 krónur – prísurin fyri persónbil aftur og fram við haldi – er rætti prísurin fyri at spara teir 40 minuttirnar fyri hvønn túrin.

Ongin ivi er um, at prísurin er ríkiligur í mun til, hvat vit frammanundan rinda fyri at koyra gjøgnum hinar báðar undirsjóvartunnlarnar. Og prísurin verður eisini reguleraður niður tá ferðslan hevur funnið sítt støði, men sambært Teiti Samuelsen, tunnilsstjóra, ikki fyrr enn um eitt ár ella so, framgongur í grein í dag.

Spennandi verður eisini at fylgja við, hvussu ferðslumynstrið fer at broytast við hesi risastóru íløguni.

Bert spell, at ein einføld ferðsluloysn sum ein rundkoyring, nú skal vísa seg at verða forðingin fyri, at fult gagn fæst fyri íløguna.

Yvirhøvur vísir breiddin á koyribreytunum seg at vera eitt øki, sum myndugleikarnir eru kargir við tá nýggjar vegalinjur verða settar í kortið. Tað síggja vit í ferðsluni í Havn, har smalking av vegastubbum verður brúkt í royndini at bøta um ferðslutrygdina.

Nú vísir breiddin á koyribreytini í rundkoyringini oman fyri Hvítanes seg eisini at gerast evni fyri argilsi, tí tað tekur einum flutningsvogni oman fyri eitt korter at koma ígjøgnum. Og vanligir viðfestivognar - grundarlagið fyri nærum øllum okkara fiskaútflutningi - skulu koyra ein heilan umgang í rundkoyringini fyri at klára svingið frá Hvítanesi oman í tunnilin.

Jú, víst verða nýggjar ferðsluavbjóðingar skaptar, tá vit fáa ein stásiligan tunnil undir Tangafjørð og Saltnesgrynnuna. Álvarsligasta avbjóðingin verður bíðirøðirnar, sum fara at uppstanda inni í tunnlinum. Tí tað fara at uppstanda bíðirøðir, sjálvandi verður tað tað.

Hygg bara eftir ferðsluni til og úr høvuðsstaðnum í meldurtíð í dag. Henda støðan verður ikki broytt, hóast farleiðin styttist við 30 kilometrum ella meira - tvørturímóti. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1990

    Lisnar síður: 145

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 24. oktober 2020

Veljarin raðfestir bústaðarmál hægst

Spurningurin um bústaðir hava størst týdning í valstríðnum til kommunuvalið, vísir nýggj kanning. Bústaðartørvurin rakar umleið triðja hvønn veljara, við tað at antin veljarin sjálvur ella ein av teimum nærmastu leita eftir íbúð í løtuni. Íbúðartørvurin sær út til at vera størstur í Norðoyggjum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bústaðarmál hava størsta týdning hjá veljaranum, tá hann fer at velja umboð til kommunustýrið um góðar tvær vikur.

Tað vísir úrslitið av veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti.

Í kanningini, sum varð gjørd 8. oktober, vóru tey spurdu biðin um at velja út fimm øki, sum høvdu størst týdning tá veljast skuldi. Og úrslitið er, at flest siga, at “kommunan útvegar fleiri bústaðir”. Góð 48 prosent svaraðu henda møguleikan.

Síðan komu “Ábøtur á vegir og infrakervi” við 47 prosentum og “Fíggjarligir ágóðar í kommununi sum heild” við 43 prosentum. Minst týdning av teimum spurdu økjunum hevði “betri umstøður hjá ítrótt og mentan í kommununi” við knapt 22 prosentum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Størst týdning fyri “andstøðuveljararnar”
Tá hugt verður eftir hvussu tey spurdu valdu til løgtingsvalið seinast, so vísir tað seg, at bústaðarspurningurin hevur størst týdning fyri javnaðar-, tjóðveldis- og framsóknarveljarar, altso veljararnar hjá núverandi andstøðuni.

“Vegir og infrakervi” hava størst týdning fyri sambands, sjálvstýris- og miðflokkaveljarar, meðan “fíggjarligir ágóðar í kommununi sum heild” hevur áhugan hjá fólkafloksveljarum.

Bústaðarspurningurin hevur eisini størri áhuga millum veljararnar í Havn enn uttan fyri Havnina, tó at hesin spurningur eisini hevur størsta áhuga í Norðoyggjum.

Millum kynini vísir tað seg, at kvinnur ganga hægri upp í íbúðarspurningin, meðan menninir eru áhugaðir í vegum og infrakervi.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Triðja hvørt húski leitar
Tað, at íbúðarspurningurin hevur stóran týdning fyri veljararnar í Norðoyggjum sæst aftur í svarunum upp á henda spurningin: “Leitar tú ella ein av tínum nærmastu eftir bústaði í løtuni?”.

Samlaða úrslitið var, at ein lítil triðingur svaraði ja og góðir tveir triðingar nei.

Men úrslitið vísir eisini, at tað er í Norðoyggjum, at bústaðarneyðin er størst. 39 prosent av teimum spurdu í Norðoyggjum svaraðu ja til henda spurningin. Næstflest vóru í Eysturoynni, meðan tað vóru 34 prosent í Havn, sum søgdu seg ella onkran av teimum nærmastu leita eftir íbúð.

Lyftini hava størst týdning
Í kanningini hjá Spyr.fo varð eisini spurt nærri eftir eginleikunum og/ella lyftunum hjá persóninum, sum fór at fáa teirra atkvøðu.

Fýra svarmøguleikar vórðu givnir, og tey spurdu vórðu biðin um at velja tveir av møguleikunum.

Tað vísir seg, at nógv tey flestu velja sambært “Lyfti um bygging, umvælingar ella ábøtur í mínum nærumhvørvi, sum eg fái beinleiðis gleði av”. Næstan 69 prosent av teimum valdu valdu henda møguleika.

Næsttyngsti “eginleiki” er at kenna valevnið persónliga, næstan 62 prosent svaraðu hetta.

Politiski flokkurin, sum viðkomandi stillar upp fyri, hevur týdning fyri yvir 51 prosent av teimum spurdu, meðan spurningurin um valevnið er maður ella kvinna einans hevur týdning hjá 18 prosentum av teimum spurdu.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Havnafólk velja eftir flokki – hini eftir persóni
Tá hugt verður eftir flokstilknýti sæst, at tað at kenna valevnið persónliga hevur størst týdning fyri fólkafloks- og javnaðarveljarar. Lyfti um bygging osfr. hevur týdning fyri sambands, sjálvstýris, framsóknar- og miðflokkaveljarar, meðan spurningurin um flokstilknýti hevur størst týdning fyri tjóðveldisveljarar.

Í geografiska spurninginum, hevur flokkurin størst týdning fyri veljararnar í høvuðsstaðnum, meðan persónligi kenskapurin hevur týdning fyri veljarar uttan fyri Havnina.

Tá hugt verður eftir aldursbýtinum sæst, at persónligi kenskapurin hevur størst týdning fyri teir elstu borgararnar, meðan hinir aldursbólkarnir í størstan mun leggja týdning í lyftini.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

3
Leygardagur 24. oktober 2020

Vit ræðast ikki kapping úr høvuðsstaðnum

- Øll vita, at Runavík er ein náttúruhavn, og bjóða vit røttu umstøðurnar til okkara viðskiftafólk, veit eg, at vit fara at standa okkum í kappingini, sigur stjórin í Runavíkar Havn

Brandur Højgaard, havnafúti (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Í dag eru umleið 60 kilometrar millum Tórshavn og Runavík, men tá Eysturoyartunnilin letur upp fyrst í komandi ári, styttist teinurin niður í 17 kilometrar. Hetta merkir, at koyritíðin bert verður umleið ein fjórðing av tí, sum hon er nú.

Við høvuðsstaðnum so nógv nærri, tá ræður um flutningstíð, fer kappingin millum høvuðsstaðar- og skálafjarðarøkið uttan iva at harðna, men hetta nervar ikki stjóran í Runavíkar Havn, Brand Højgaard.

- Nei, vit óttast ikki kappingina frá høvuðsstaðnum. Runavík er ein náttúruhavn, og hetta er sjálvandi ein fyrimunur fyri okkum. Væl at merkja, um vit kunnu bjóða rættar umstøður til tey, sum vilja staðsseta teirra virksemi her. Tað haldi eg eisini, at vit hava fingið. Eitt dømi um økta áhugan fyri okkum er Samskip, sum í
august flutti sítt virksemi av Signabø og inn til okkum, sigur Brandur Højgaard.

Somuleiðis vísir hann á, at Smyril Line hevur ætlanir um at seta Runavík á ferðaætlanina hjá farmaskipunum. Felagið eigur eisini flutningsfyritøkuna OCD, sum fer at byggja ein stóran goymslubygning á havnarlagnum, eins og kommunan hevur latið teimum tilsøgn til seinni at byggja eina køli- og frystigoymslu við havnina.

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Virksemið veksur aftur
Stjórin í Runavíkar havn fegnast um, at virksemið í havnini aftur er økt, tí seinnu árini hevur tað verið í lakara lagi, heldur hann. Tað minkaði eftir aldarskiftið og stóð so at siga í stað nógvu árini aftaná, men stendur nú aftur í vøkstri.

- Vit hava stórt framleiðsluvirksemi á Skálafjørðinum og norðanfyri, og syrgja vit fyri at bjóða góðar umstøður til farmaflutning, er tað púra natúrligt, at okkara havn gerst høvuðssnúningspunktið í hesum virksemi, sigur Brandur Højgaard.

Hann vísir á, at umstøðurnar fara at gerast enn betri, nú skjótt 80.000 fermetrar av plássi verða gjørdir afturat, eftir at tunnilsgrótið úr Sandoyartunlinum er lagt út og hevur økt um havnarlagið. Somuleiðis verður bryggjukanturin munandi longdur, eins og ein 40 metra long rampa verður gjørd í havnini.

- Við teimum ætlanum, sum kommunan hevur fyri havnina, haldi eg, at tað sær ógvuliga spennandi og mennandi út fyri okkara virksemi. Nógv russisk skip koma eisini inn her at taka forsýningar sum olju og proviant, eins og tey javnan fáa gjørt umvælingar umborð.

Minni larmur frá skipum
Spurdur um, hvussu er við larmi frá russisku skipunum, ið nógv ljós hevur verið varpað á sum ein trupulleika fyri íbúgvarnar, sigur stjórin í Runavíkar Havn:

- Hesin vansin er ikki so stórur longur, tí nú nokta vit teimum mest larmandi skipunum at koma í havn her, sigur Brandur Højgaard.

Stjórin í Runavíkar havn sær stórar møguleikar í Eysturoyartunlinum, og kommunan hevur nú í fleiri ári havt møguleika fyri at fyrireikað seg til, at tunnilin fór at koma.

- Bæði undanfarna og verandi býráð hava raðfest útbygging av havnarlagnum, sum hevur gjørt, at virksemið er vaksið nógv seinastu árini. Vøksturin sæst eisini innan fleiri vinnugreinar, og áhugin fyri havnini er stórur. Jú, vit eru klár til bæði kapping og samstarv við høvuðsstaðin.

Brandur Højgaard vísir á, at annað byggistig av Runavíkar Havn gevur enn størri møguleikar, soleiðis at havnin áhaldandi kann bjóða góðar karmar til vinnuna og harvið økja um inntøkurnar hjá kommununi.

[object Object]
Brandur Højgaard (Mynd: Jens Kr. Vang)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

4
Leygardagur 24. oktober 2020

Sum at koma í himmalin

Frøin yvir fáa ein styttan arbeiðsdag er eyðsýnd, tá vit spyrja nøkur av teimum, sum í mong ár hava tikið túrin av Skálafjørðinum til Havnar og aftur hvønn einasta arbeiðsdag í árinum. – Eg vænti, tað verður sum at koma til himmals, tá tunnilin letur upp, sigur Hansina Magnussen, bankakvinna, ið seinastu sjey árini fimm dagar um vikuna hevur tikið túrin av Toftum til Havnar og heimaftur

Hansina Magnussen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Tað er einki at liggja omaná, at serliga íbúgvarnir á Skálafjørðinum eru fegnir um at fáa eitt styttri samband við Havnina. Serliga tey, ið arbeiða í høvuðsstaðnum, og sum antin sita í bili ella bussi einar tveir-tríggjar tímar um dagin, fyri at kunna røkja starvið í Havn.

- Tað verður fantastiskt, ja, næstan sum at koma í himmalin, sigur Hansina Magnussen, ið býr á Toftum og starvast sum bankakvinna í Bank Nordik í Havn.

Fyrstu tíðina ætlar hon sær bara at forkela seg sjálva, sum hon tekur til, við koyra sjálv og rinda fyri tað, sum tað nú kostar at koyra í egnum bili. Síðani fær hon at síggja, um hon seinni fer at brúka bussin ella ikki.

- Tað veldst eitt sindur um, hvussu tað verður við koyrifrádráttinum, um hædd verður tikin fyri tunnilsgjaldinum og ikki bara kilometratalinum, sum tað nú er, sigur Hansina Magnussen.

Í dag brúkar hon í alt tríggjar tímar um dagin til flutningin til og frá arbeiði. Nýggja farleiðin fer at merkja, at hon fer at spara í minsta lagi tveir tímar um dagin av hesi tíðini. Spurd um, hvat hon fer at brúka hesa tíðina til, sigur hon, at tey seks ommubørnini heilt vist fara at síggja meira til ommuna.

[object Object]
Sverri Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)

Skeivt eisini at rinda fyri Sandoyartunnil
Sverri Justinussen, ið starvast sum búskaparfrøðingur í Betri Banka, hevur seinastu 20 árini hvønn arbeiðsdag í árinum tikið bilin um morgunin frá heiminum á Glyvrum til Havnar og inn aftur seinnapartin.

Eisini hann fegnast um, at arbeiðsdagurin fer at styttast munandi, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp fyri almennari ferðslu.

- Hetta hevur verið ein partur av gerandisdegnum so leingi, at eg ikki hugsi um tað. Tað verður ikki fyrr enn aftaná, at eg fari at gerast varugur við, hvussu gott tað verður at fáa stytt ferðatíðina so nógv, sigur Sverri Justinussen.

Hann hevur ongantíð tikið bussin, og umhugsar tað heldur ikki, men ætlar sær framvegis at koyra í egnum bili, tí hetta gevur honum eitt størri frælsi við ikki at vera tengdur at føstum fráfaringartíðum.

- Sjálvt um eg haldi, at tunnilsgjaldið kundi verið lægri, so eri eg í teirri støðu, at inntøkan gevur mær møguleika fyri at koyra sjálvur. Og tað ætli eg mær at gera, sigur Sverri Justinussen, og filosoferar eitt sindur yvir, hvussu nógva tíð hann í veruleikanum situr í bilinum til og frá arbeiði.

- Eg brúki 10 tímar um vikuna og 40 tímar um mánaðan. Tað merkir eina heila arbeiðsviku bara í flutningstíð hvønn mánaða, sigur Sverri Justinussen.

Hann heldur tað tó vera løgin skatting av nøkrum útvaldum borgarum, soleiðis sum fíggingin av tunlinum er gjørd. Nevniliga at tey, sum fara at brúka Eysturoyartunnilin, eisini skulu rinda fyri gerð av einum øðrum tunli, nevniliga Sandoyartunlinum, sum tey ikki koma at brúka.

- Hetta rakar ógvuliga skeivt, tí sjálvandi átti tað at verið allir skattaborgarar í landinum, sum rindaðu fyri Sandoyartunnilin, ístaðin fyri bara vit, sum fara at nýta Eysturoyartunnilin. Um so var, hevði tunnilsprisurin bara verið helmingurin av tí, hann nú er settur til, sigur Sverri Justinussen, sum tó vónar, at ferðafrádrátturin fer at hjálpa eitt sindur upp á tað roknistykkið.

Spurdur um, hvat hann fer at brúka eyka frítíðina til, nú ferðatíðin styttist so nógv, sigur Sverri Justinussen.

- Tað kundi verið onkur rennitúr ella eini túrur í hagan av og á, áðrenn farið verður undir nátturðan.

Sverri Justinussen undrast á óttan fyri ferðsluruðuleika í Havn, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp.

- Tað dugi eg ikki at síggja, hví tað skal gerast ein trupulleiki. Eysturoyartunnilin í sjálvum sær skapar ikki fleiri arbeiðspláss í Havn, sum fara at gera, at fleiri skulu til Havnar um morgunin og heim aftur seinnapartin.

At ferðslan restina av degnum økist, tí tað er skjótari hjá eysturoyingum og norðoyingum at koma til Havnar, fær lítlan og ongan týdning fyri tættleikan í ferðsluni gjøgnum dagin, vísir Sverri Justinussen á.

[object Object]
Karl Vang (Mynd: Sverri Egholm)

Má vera stutt millum fráferðirnar
Karl Vang, sum býr á Toftum, er byggifrøðingur, og arbeiðir á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki í Havn. Eins og hini bæði fegnast hann stórliga um Eysturoyartunnilin, sum fer at stytta munandi um hansara arbeiðsdag. Millum annað fer hetta at merkja, at hann kann sova eitt sindur longur um morgurnin og vera
fyrr heima hjá familjuni seinnapartin.

Ætlanin hjá Karl Vang er at taka bussin av Toftum hvønn morgun suður og heim aftur eftir arbeiðstíð. Tí er hann rættiliga spentur uppá, hvussu ferðaætlanin hjá bygdaleiðum umvegis Eysturoyartunnilin fer at verða.

- Eg vóni, at Strandferðslan fer at leggja ferðaætlanina soleiðis til rættis, at bussarnir meira ella minni koyra í pendulfart um morgunin, tá fólk skulu til arbeiðis, og aftur seinnapartin tá tey fáa frí. Hetta fer at gera tað munandi lættari og lagaligari fyri okkum, sum brúka bussin í sambandi við okkara arbeiði, sigur Karl Vang, sum heldur, at tað í mesta lagi má vera ein tími ímillum fráferðirnar í meldurtíðini.

Øktu frítíðina við spardu flutningstíðini sigur Karl Vang seg fara at brúka til abbabørn og familjuna annars, eins og at hava meira tíð at putlast við hús og heim. Hann fegnast somuleiðis um, at útlitini fyri at fáa fleiri vitjanir av verforeldrunum úr Havn verða munandi betri, nú tað verður so lagaligt at koyra ímillum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

5

Størv

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6
Leygardagur 24. oktober 2020

Ein vandi at byrja við lægri prísi

Funnist hevur verið at prísleguni fyri at brúka Eysturoyartunnilin, tá hann letur upp tíðliga komandi ár. Eitt nú at einvegis prísurin fyri persónbilar er 75 krónur, ið sostatt verður 150 krónur fyri túrin báðar vegir. Sambært stjóranum í tunnilsfelagnum vil felagið heldur byrja við einum hægri prísi og hava møguleika fyri at lækka hann, enn at byrja við einum lægri prísi og seinni verða noydd at seta hann upp

Teitur Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur væl, hóast eitt sindur seinkaður. Upprunaliga ætlanin var, at hann skuldi lata upp síðst í hesum árinum, men hetta verður í staðin tíðliga í komandi ári. Bert ein størri avbjóðing hevur verið í sambandi við tunnilsgerðina, har arbeiðið lá stilt nakrar vikur. Hendan stakk seg upp, tá boriliðið var komið umleið tríggjar kilometrar inn í tunnilin og rendi seg í eina gjógv úr leiri, sum, tá hol kom á, setti spænin úr tunnilsvegginum, ið oyðilegði borivognin.

- Tíbetur hendi eingin mansskaði undir tilburðinum, men tað seinkaði arbeiðinum í umleið tríggjar vikur. Eisini fingu vit stórar avbjóðingar í sambandi við koronufarsóttina við flutningi av arbeiðsfólki til og úr Noregi. Vit fingu tó eina smidliga loysn, har vit leiga eitt flogfar frá Atlantsflog 14. hvønn dag at flyta norðmenninar til og úr Oslo, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar.

Av øðrum avbjóðingum hava tað bert verið onkrir smærri lekar, sum av og á hava tarnað boriarbeiðinum.

- Vit hava sjálvandi tikið hædd fyri, at ikki alt fór at ganga eftir vild allan vegin ígjøgnum, so slíkar avbjóðingar hava vit sjálvandi roknað við fóru at koma innímillum.

Asfaltering og elarbeiði eftir
Arbeitt verður alt samdøgrið við 14 skiftum um vikuna. Spurdur um, hvat eftir er at gera, sigur stjórin í tunnilsfelagnum, at tað í høvuðsheitum eru asfaltering og elarbeiði.

- Vit mangla at asfaltera teinin úr Rókini til Hvítanes, meðan alt arbeiði uttan fyri tunnilin og frá rundkoyringini til Strendur er gjørt. Eisini manglar umleið helmingurin av elarbeiðinum frá rundkoyringin til Strendur.

Teitur Samuelsen sigur, at tað ikki ber til at samanbera Eysturoyartunnilin, ið tilsamans er 11,4 kilometrar til longdar, við hinar undirsjóvartunlarnar.

- Hesin tunnilin er munandi longri, er nýggjari, fer at hava meira ferðslu og krevur meira trygdarútgerð.

Mett verður, at tað fara at koyra eini 5-6.000 bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilin um samdøgrið, meðan tølini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru ávikavist umleið 2.500 og 3.500. Sostatt verður ferðslan í Eysturoyartunlinum á leið tann sama, sum hon er fyri hinar báðar undirsjóvartunlarnar tilsamans.

Spurdur um, hvussu hann roknar við, at fólk fara at taka ímóti Eysturoyartunlinum, sigur Teitur Samuelsen.

- Eg vænti, at tá fólk síggja, hvussu fantastiskt og ómakaleyst tað verður at fara umvegis tunnilin, so fara tey eisini at brúka hann, hóast funnist hevur verið at prísinum.

Stjórin í tunnilsfelagnum sigur, at felagið ikki vil leggja út við lægri prísi, enn tey rokna við er forsvarligt.

- Vit vilja heldur byrja við einum hægri prísi og lækka hann seinni, sum vit hava sæð tað í hinum undirsjóvartunlunum, enn at byrja við einum lægri prísi, sum vit seinni kunnu verða noydd at hækka.

Teitur Samuelsen vil tó ikki seta tíð á, nær felagið kann loyva sær at lækka prísirnar. Spurdur um tað er hugsandi, at hetta verður um eitt ár ella kanska styttri enn so, afturvísir hann ikki hesum.

[object Object]
Hvítanes (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Rundkoyringar fyri atfinningum
Funnist hevur eisini verið at rundkoyringunum, sum verða sagdar at vera ov trongar til teir stóru trailararnar. Til hetta sigur Teitur Samuelsen, at tær eru gjørdar, sum tær vórðu teknaðar og testaðar á tekniborðinum, so tær eiga at vera nóg rúmligar.

- Eg haldi ikki, vit skulu loypa fram av og byrja at gera broytingar beinanvegin. Vit fara nú at lána ein langan trailara fyri at vita, um hetta í praksis veruliga er ein trupulleiki. Tað er oftani soleiðis, at fólk skulu venja seg við alt, og møguliga er hetta tann avbjóðingin, sum vit í hesum føri hava. Men sjálvandi fara vit at gera
broytingar, um hetta gerst neyðugt.

Teitur Samuelsen væntar sær nógv av tunlinum og heldur, at fyrimunirnir við hesum nýggja ferðamøguleika eru ógvuliga stórir.

- Eg vænti, vit fara at síggja nakað av tí sama, sum hendi við Havnini og Argjum í sjeytiárunum, at høvuðsstaðurin og bygdirnar við Skálafjørðin onkursvegna fara at smelta saman.

Tá ræður um vinnuna væntar stjórin í tunnilsfelagnum eisini stórar ágóðar, har nógvar fyritøkur fara at fáa gagn av teimum rakstrarligu fyrimununum, sum hesin skjóti flutningsmøguleikin fer at bera í sær.

Tunnilfelagið stendur eisini fyri arbeiðinum við Sandoyartunlinum, sum verður 10,8 kilometrar til longdar.

Sjálvt boriarbeiðið er komið meira enn í helvt, og seinast skotið verður latið av um eitt ár ella so. Haðani og til tunnilin er klárur at taka í nýtslu, fara at ganga umleið tvey ár. Sostatt kunnu sandoyingar rokna við at fáa fast samband móti ársloki 2023.

Fakta
- prísir í Eysturoyartunlinum
Eysturoy-Streymoy: (prísirnir í klombrun eru fyri teinin Strendur-Rókin)

Persónbilar og hýruvognar 75,- (25,-)
Smáir vørubilar 150,- (50,-)
Størri vørubilar 300,- (100,-)
Motorsúkklur 60,- (20,-)
Lastbilar, tangabilar og trailarar 400,- (100,-)
Smáir bussar 475,- (300,-)
Stórir bussar 1.250,- (750,-)

Hesir prisirnir eru galdandi fyri tey, sum keypa sær hald. Við ongum haldi eru prísirnir væl hægri, sí tunnil.fo.

[object Object]Rókin (Mynd: Ólavur Frederiksen)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

7
Leygardagur 24. oktober 2020

Stytt farleið er orsøkin til flyting

Eitt av stóru flutningsfeløgunum til og úr útheiminum, Samskip, hevur flutt meginpartin av virksemi sínum til Runavíkar. Orsøkin er Eysturoyartunnilin, sum styttir frástøðuna millum Skálafjørðin og Havnina við trimum fjórðingum. Farmaflutningsvirksemið flutti úr Kollafirði í august, og við árslok flytir skrivstovan úr Havn sama veg. Tó verður køli- og frystigoymslan eftir í Kollafirði

Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Tankarnir um at flyta virksemið hjá Samskipi til Skálafjørðin stungu seg upp, eftir at politisk avgerð var tikin um undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin. Sjálv avgerðin um at flyta varð tikin í fjør, og í august í ár flutti Samskip størsta partin av virkseminum inn í fyrrverandi Betabygningin á havnarlagnum í Runavík. Umsitingin liggur enn í Havn, men flytir sama veg við árslok. Tó verður ikki alt virksemið flutt til Runavíkar, tí køli- og frystigoymslan verður framvegis liggjandi í Kollafirði.

- Flytingin er sjálvandi beinleiðis tengd at Eysturoyartunlinum. Farmaflutningsvirksemið hjá okkum hevur ongantíð ligið í Havn, men í Kollafirði, og nú Runavík fer at liggja í somu frástøðu sum Kollafjørður til Havnina, meta vit tað vera munandi lagaligari at hava okkara virksemi liggjandi í Runavík. Hetta tí størsti
parturin av útflutningsvinnuni liggur í Eysturoynni og Norðoyggjum, eins og havnin í Runavík sum náttúruhavn vinnur á Kollafirði. Tá ræður um veður og vind, eru atløguviðurskiftini munandi betri á Skálafjørðinum, sigur Sjúrður Johansen, stjóri í føroyska partinum av Samskipi.

Runavík eitt smørhol
Hann vísir á, at fyri innflytarar kann Samskip veita somu tænastu sum higartil, men tá ræður um útflutning fer felagið at liggja munandi nærri framleiðsluvinnuni, eins og nógvari aðrari vinnu, sum liggur við Skálafjørðin og í Norðoyggjum. Sostatt verður Runavík meira sentralt enn Kollafjørður, eftir at koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin.

- Við upplatingini av tunlinum verður Runavíkar Havn eitt smørhol, tá ræður um útflutning, tí hon liggur mitt millum Havnina og Klaksvík. Og sum flutningsfelag liggja vit í neyvt somu frástøðu til høvuðsstaðin, sum tá vit høvdu alt okkara virksemi í Kollafirði, sigur Sjúrður Johansen.

Hvat viðvíkur vøru- og havnagjøldum er so at siga eingin munur á prísunum í teimum ymsu havnunum, sigur stjórin á Samskipi, sum saman við restini av starvsfólkunum á skrivstovuni frá ársbyrjan 2021 fer at hava sítt dagliga arbeiðspláss í Runavík.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

8 Leygardagur 24. oktober 2020

Blaðið Vikuskifti verður ókeypis

Avgerð er um ikki at taka pengar fyri nýggja vikuskiftistilboðið hjá Portal.fo

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna leygardag varð fyrsta nummar av Blaðnum Vikuskiftið latið leyst, og á Portalinum verður fegnast vit um góðu móttøkuna, sum Blaðið Vikuskifti hevur fingið frá lesarunum.

Góða móttøkan er eisini orsøkin til, at avgerð er tikin um ikki at fara víðari við ætlanunum um at taka pengar fyri Blaðið Vikuskifti.

- Góða móttøkan hevur sannført okkum, at vit hava eitt journalistiskt produkt, ið hevur so mikið stóran áhuga millum okkara lesarar, at vit rokna við at fíggja útgávuni av Blaðnum Vikuskifti við inntøkunum frá lýsingunum, sigur Niklái Nysted, stjóri á Spf. Knassum, sum eigur Portalin.

Hann leggur afturat, at orka nú verður løgd í at gera blaðútgávuna meira atgeingiliga og lættari at finna hjá lesarunum, eins og farið verður undir eitt miðvíst arbeiði at kunna lýsarar um møguleikarnar við at lýsa á Blaðnum Vikuskifti. 

[object Object]Niklái Nysted (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2020

9 Leygardagur 24. oktober 2020

Upp aftur fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar staðfestir, at Fíggjarmálaráðið ikki vísir vilja at finna semju, og herðir verkfall uppaftur meira mánamorgunin

(Mynd: Sjukrarokt.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður nú hert til eisini at vera galdandi fyri B6 á Landssjúkrahúsinum.

Hetta er galdandi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar undantikið deildarleiðslu og røkt og viðgerð av palliativum sjúklingum, sigur felagið í fráboðan.

Víðkaði arbeiðssteðgurin verður frá mánamorgni klokkan 7.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2020

10 Leygardagur 24. oktober 2020

Atlantsflog fær hundrað milliónir

Semja í politisku um at hjálpa almenna flogfelagnum

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Atlantsflog fær nú eina kapitalinnspræning á hundrað milliónir frá eigaranum, Føroya Landsstýri.

Eftir at hava tryggjað sær undirtøku frá andstøðuni, skrivaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum í dag undir eitt uppskot til eykajáttan, og sendi uppskotið niðan í løgtingið.

Hetta hendi á einum tíðindafundi í Tinganesi, har Jørgen Niclasen saman við leiðsluni í Atlantsflogi greiddi frá støðuni í felagnum. Umframt 100 milliónir til Atlantsflog, var eisini ein búskaparlig innspræning til hini bæði flutningsfeløgini hjá tí almenna, Vága Floghavn, sum fær 15 milliónir í innskotspeningi og Strandfaraskip Landsins, sum fær eina minni upphædd afturat tí tey higartil hava fingið í sambandi við koronakreppuna.

[object Object]
Jørgen Niclasen (Mynd: Sverri Egholm)

- Atlantsflog var eitt sterkt og stolt felag við ársbyrjan í ár. Eftir at landið og heimurin allur hevur verið raktur av eini kreppu orsaka av korona, er Atlantsflog framvegis eitt stolt felag, men ikki so sterkt longur, og hevur tørv á at fáa tilført pengar, so at solvensurin framvegis kann vera sterkur. Tí hava vit tikið avgerð at skjóta 100 milliónir krónur í felagið, greiddi landsstýrismaðurin frá í Tinganesi í dag.

Afturgongd og hall orsaka av korona
Á tíðindafundinum greiddi Jóhanna á Bergi, stjóri, frá støðuni hjá Atlantsflog í løtuni. Sum kunnugt er felagið – eins og restin av flogvinnuni og ferðavinnuni í heiminum yvirhøvur – hart rakt.

- Tað sá ljóst út, tá árið byrjaði og vit roknaðu við at koma upp á næstan 380.000 seldar ferðaseðlar í ár. Nú koma vit helst ikki longur upp enn á 160.000 seldar ferðaseðlar, so ístaðin fyri ein vøkstur á 12 prosent, rokna við nú við, at vit bert koma upp á 53 prosent av umsetninginum í 2019, ssegði Jóhanna á Bergi.

Atlantsflog hevur í ár longu gjørt fleiri tillagingar í rakstrinum. Fólk hava verið í Als-skipanini, og heili 100 fólk eru søgd upp. Eisini eru samráðingar í gongd við at kunna latað fjórða flogfarið hjá felagnum aftur, og eisini við Airbus um at útseta ætlaðu tvey nýggju flogførini til levering í 2027/28 í staðin fyri 2023/24.

Um so er, at tamarhald kemur á koronastøðuni, til dømis við eini koppseting, so hevur felagið gjørt eina framrokning fyri útlitunum fyri 2021.

Roknað verður ikki, at felagið megnar at koma upp á 2019-støði aftur komandi ár. Ístaðin verður roknað við eini lækking á 27 prosent í mun til 2019.

Samlaða útlitið er sostatt at felagið fær eitt hall á 140 milliónir krónur í ár og 42 milliónir næsta ár, 182 milliónir krónur tilsamans.

Hundrað milliónir hjálpa væl
Tøki peningurin í felagnum, sum var 142 milliónir við ársbyrjan, verður um 24 milliónir á nýggjárinum, og kemur væntandi niður á minus 17 við ársenda 2021. Eginpeningurin minkar tilsvarandi úr 258 milliónum niður á 120 og víðari niður á 85 milliónir við ársenda næsta ár. Harvið kann væntast, at solvensurin í felagnum – bótaførið, sum er eitt týdningarmikið leiðtal – minkar úr 34 prosentum nú til 16 við ársenda næsta ár.

Tað er hesi útlitini, sum liggja til grund fyri kapitaltørvinum á 100 milliónir krónur.

Verður hetta játtað, hækka tølini tilsvarandi við 100 milliónum, og solvensurin minkar einans niður á 29 prosent, og roknað verður harvið við, at felagið kann klára seg í kappingini við tey túsundtals flogførini, sum í dag standa uttan uppgávur, og sum skulu út at finna nýggjar marknaðir, tá gongd kemur á ferða- og flogvinnuna aftur, væntandi nakað út í komandi ár. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2020

11
Leygardagur 24. oktober 2020

Atlantic Airways skal hava fíggjarligan styrk

Atlantic Airways skal sum skjótast í gongd aftur eftir korona, og tí hevur flogfelagið biðið sín einasta partaeigara, Føroya Landsstýri, um fíggjarligan styrk á 100 milliónir krónur

Niels Mortensen, nevndarformaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv, Atlantsflog

Atlantic Airways væntar umleið 180 milliónir krónur tilsamans í halli í 2020 og 2021. Tí er neyðugt at styrkja Atlantic Airways fíggjarliga, so at flogfelagið er til reiðar at byggja virksemið skjótt uppaftur, tá korona sleppur kvørkratakinum, sum henda alheimsfarsóttin enn hevur á øllum heiminum.

Atlantic Airways hevur heitt á landsstýrið, sum er einasti partaeigari, um at veita felagnum ein fíggjarligan styrk á 100 milliónir krónur, so gjaldførið hjá felagnum verður hildið á einum støði, sum er nøktandi fyri eitt flogfelag.

- Atlantic Airways skal menna virksemið skjótt aftur, tá korona hasar av, og meðan vit bíða, er tað okkara samfelagsskylda at vera ein trygg loftbrúgv til umheimin, sum m.a. eisini umfatar sjúkraflutningin, ið flogførini eru serbygd til, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Skal hava frið at virka
Leiðslan í flogfelagnum hevur m.a. við støði í fíggjarligu gongdini higartil, framrokningum og útsøgnum frá heimsheilsustovninum, WHO, mett, at 100 milliónir krónur geva felagnum neyðuga friðin at røkja sínar samfelagsligu skyldur og at byggja virksemið uppaftur, tá heimsumfatandi korona-kreppan fer at linka.

- Vit fáa sjálvandi einki sagt við vissu í hesum tíðum, men hetta stigið, gevur okkum eitt fíggjarligt skotbrá alt 2021. Vit hava eina grundaða vón um, at virksemið fer at økjast so líðandi næsta ár, og at raksturin er fingin aftur á beint í 2022, sigur Niels Mortensen.

Ferðafólkatalið minkar í ár 53 prosent sammett við 2019 – úr 338.000 ferðafólkum niður í 160.000 ferðafólk. Roknað verður við, at ferðafólkatalið økist úr 160.000 í 2020 upp í 246.000 í 2021, sum kortini framvegis er ein minking upp á 27 prosent, tá samanborið verður við 2019. Mett verður, at í 2022 fer ferðafólkatalið at nærkast ferðafólkatalinum í 2019.

Gjaldførið tryggjað
Atlantic Airways hevði eina eginogn á 258 milliónir krónur og 142 milliónir krónur í tøkum peningi, tá korona lammaði allan heimin. Hóast flogfelagið beinanvegin tók neyðug stig fyri at minka sum mest um afturgongdina, so slepst ikki undan einum fíggjarligum smeiti.

Styrkurin frá landsstýrinum á 100 milliónir krónur er eitt neyðugt átak, sum tryggjar felagnum eina eginogn á 185 milliónir krónur og eitt gjaldføri á 82 milliónir krónur við árslok 2021.

Harvið verður solvensurin eisini varðveittur á umleið 30 prosentum.

- Í roynd og veru svarar henda upphæddin til tær 100 milliónir krónurnar, sum Atlantic Airways í nýggjari tíð hevur lagt út fyri landskassan, so her er talan um eitt gott samspæl millum flogfelagið og partaeigaran, sigur nevndarformaðurin.

Hann sipar til, at Atlantic Airways hevur lagt 30 milliónir krónur út fyri nýggju tyrlurnar, sum eru ein rein samfelagslig uppgáva, umframt tær 70 milliónir krónurnar, sum Atlantic Airways keypti egin partabrøv aftur fyri, tá avgjørt var at taka felagið av børsinum.

Repaðu seglini rættstundis
- Tað var alneyðugt at repa seglini, so skjótt korona var ein veruleiki, og vit skulu áhaldandi vera til reiðar at laga okkum eftir broyttum umstøðum, staðfestir Niels Mortensen.

Í løtuni eru samráðingar við eitt flogfelag, sum eftir ætlan skal langtíðarleiga Airbus 319 flogfarið hjá Atlantic Airways. Tá hetta flogfarið er farið úr flotanum, hevur felagið trý Airbus 320 eftir.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24 eru útsett til 2027/28. Avtala er gjørd við lánsveitarar um avdráttarskáa í 2020.

Tá føroyska samfelagið fór niður í ferð 12. mars í ár, gjørdi Atlantic Airways sítt ítasta at flúgva føroyingar heim úr útlondum, og síðani varð í tveir mánaðir bert flogið sjúkraflutning og aðra neyðuga ferðing tríggjar ferðir um vikuna.

Flest øll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og eftir tað slapp felagið tíverri ikki undan at siga umleið 100 fólkum úr starvi, so starvsfólkatalið lækkaði úr 240 niður í umleið 140.

Í summar varð rutuflúgvingin til Danmarkar spakuliga tikin uppaftur, og í løtuni verður bert flogið til Keypmannahavnar og Billund. Tað merkir, at talið av ætlaðum ferðamálum í 2020 lækkaði úr 12 niður í tvey ferðamál.

Broytt flogvinna eftir korona
Atlantic Airways er væl fyri at taka virksemið uppaftur eftir korona. Felagið hevur trý nýggj flogfør og er til reiðar at seta fleiri fólk í starv, so hvørt meira virksemi verður.

Men har verða avbjóðingar. Stóru almennu flogfeløgini kring heimin hava fingið
milliardastuðul. Nógv flogfeløg eru farin av knóranum, harav summi hava koyrt seg sjálvan á húsagang fyri at byrja umaftur í einum nýggjum felag. Harumframt standa túsundtals flogfør á jørðini, sum kunnu fáast til leigu fyri ein bíligan prís, og tí kann tað loysa seg betur at leiga enn at eiga flogfør.

- Hinvegin er okkara styrki, at Føroyar væntandi verður ein nissju-marknaður eftir
korona, og at vit hava eitt sterkt flogfelag við rætta flotanum og góðum fólkum. Men tað krevst, at vit eru smidlig og skjótt klára at tillaga okkum nýggjar støður komandi árini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Hann vísir í hesum sambandi á, at tað er alneyðugt fyri Atlantic Airways, at landsstýrið setir í verk eina afturberingarskipan fyri føroyska flogvinnu, soleiðis at rakstur og kappingarføri hjá Atlantic Airways verða styrkt.

- Umframt at korona hevur skeiklað flogvinnuna, so er ein onnur sannroynd, at Atlantic Airways kappast ímóti flogfeløgum, sum flyta til láglønarlond – eisini lutvíst norðurlendsk flogfeløg. Hesi flogfeløg vinna alsamt størri part av flogferðsluni í Evropa, so vit skulu ikki vera bláoygd, men heldur taka øll neyðug stig rættstundis, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

12 Leygardagur 24. oktober 2020

Myndir: Stásiliga Hilton hotellið latið upp

Sí myndirnar frá hotellinum á Staravegnum í Havn, sum er latið upp fyri gestum. Hotellið hevur 130 kømur

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á middegi hósdagin lat nýtt hotell upp í høvuðsstaðnum. Talan er um Hilton Garden Inn Faroe Islands á Staravegnum.

Hilton hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar við meira.

Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar.

Góðar veitslu-, fundar- og ráðstevnuumstøður eru á hotellinum, sum hevur trý stór fundarhølir (Ovaru Hoydalar, Miðhoydalar og Niðaru Hoydalar) á niðastu hædd, sum kunnu gerast til eitt stórt høli (Hoydalar).

Á fyrstu hædd eru eisini tvey smærri fundarhølir (Boðanes og Svartifossur).

[object Object]Martin Restorff, hotellstjóri

- Ymsu støddirnar á fundarhølunum og møguleikin fyri at lata upp millum tey stóru rúmini gevur nógvar ymsar møguleikar, so vit kunnu ganga stórt sæð øllum ynskjum á møti líkamikið, hvussu lítil ella stórur fundurin, veitslan ella ráðstevnan skulu vera,“ greiðir Martin Restorff, hotellstjóri, frá.

Matstovan, ið hevur fingið navnið Hallartún, og barrin hava opið hvønn dag og hava eisini opið fyri uttanhýsis gestum. Pláss er fyri upp til 90 gestum á matstovuni, sum er innrættað í nýmótans norðurlendskum stíli. Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-køkinum við einføldum, men smakkríkum borðreiðingum.

Jens Kristian Vang, fotografur, tók myndirnar á upplatingardegnum.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]Jákup Sumberg, køksleiðari

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2020

13
Leygardagur 24. oktober 2020

Rúmdarídnaðurin kann fáa stóran týdning fyri føroyingar eisini

Føroya Tele er longu í samstarvi við Shetland Space Centre um samstarv í stórari ætlan at senda fylgisveinar í ringrás um jørðina

Johan Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað at ovurstóra amerikanska flog- og rakettverksmiðjan Lockheed Martin í vikuni tók avgerð um at leggja ein part av rúmdarvirksemi sínum í Hetland fer óivað at fáa jaligar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív eisini.

Tað heldur Johan Mortensen, sum ikki bara hevur stóran áhuga og vitan um rúmdarætlanirnar í Hetlandi, men eisini, sum ráðgevi, hevur verið við í arbeiðinum at knýta Føroya Tele og undirfeløgini Shefa og Net at framlítandi ætlanini hjá Shetland Space Center á oynni Unst í Hetlandi.

- Tú skalt minnast til, at Unst, sum liggur norðrast í Hetlandi er nærmasti granni okkara. Fleiri líkheitir eru millum hetta økið og okkum. Har varð bygd ein stór radarastøð tá ‘early warning’-skipanin hjá Nato varð bygd út undir kalda krígnum. Hetta skapti nógva menning á Unst, tí umframt radarastøðina, var eisini ein flogbreyt og ein tilhoyrandi býarpartur bygdur, líkur býlinginum á Flatabø á Eiði, sum kom í sambandi við loranstøðina har.

- Seinni varð radarstøðin tikin niður aftur, og økið brúkt til annað endamál. Og mín sann, um Royal Air Force nú ikki aftur er farið at seta radara upp, har norðrast í Hetlandi fyri at halda eyga við virkseminum, sum fer fram í luftini og sjónum í Norðuratlantshavi nú. Akkurát tað sama, sum sær út til at henda á Sornfelli aftur nú, greiðir Johan Mortensen frá.

Gott samstarv
Johan Mortensen hevur altíð havt stóran áhuga fyri tí, ið er bretskt, og hann hevur nógvar kontaktir á bretsku oyggjunum. Johan hevur tí eisini virkað sum ráðgevi fyri Føroya Tele í samband við ymist virksemi, sum føroyska telefyritøkan hevur havt á bretskum øki, eitt nú við at tryggja frálandavinnuni telesamskifti.

- Tá eg frætti um, at Frank Strang hevði yvirtikið økið á Lamba Ness í Unst, har radarastøðin var, og at hann nú hevði ætlanir um at gera eina rakettússkjótingarstøð, so gjørdist eg áhugaður. Eg helt eisini, at hansara projekt við ferðafólkavinnu í gomlu íbúðarbygningunum har og við egnum ginn-distilleríi, var áhugavert.

- Eg setti meg í samband við hann fyri at frætta nærri og vita um føroyskar fyritøkur kanska kundu koma upp á tal at vera við í onkrum samanhangi. Tey gjørdust bilsin av, at tíðindini longu vóru rokkin til Føroyar, og vit fingu eitt gott samstarv, og eg fekk skapt samband og samskifti millum Shetland Space Centre og Føroya Tele.

Føroyar høgt í metum
- Tá vit tosa um Hetland, Orknoyggjar, skotska hálandið og Suðuroyggjar sum heild, so skulu vit ikki gloyma, at Føroya Tele hevur heilt stóran kurs millum fólkið har. Tey øvunda føroyingum okkara góðu samskiftisumstøður, og tey iðra seg um, at Føroya Tele, sum longu er virkið á økinum við Shefa, ikki sleppur at veita fólkinum, sum har býr, samskiftismøguleikar eisini. Men tað gongur ikki orsaka av teimum veitingaravtalum, sum eru á samskiftisøkinum frammanundan, greiðir Johan Mortensen frá.

Men kortini eru Shefa og Net virkin í økinum í einstøkum projektum. Í beinleiðis sambandi við rakettætlanirnar á Unst, hevur Shefa syrgt fyri at leggja ein fipurkaðal úr Lerwick tvørtur um tvey sund og heilt norður til Lamba Ness. Hesin kaðal skal tryggja rakettverkætlanini skjótt og gott samband.

Tracking-støð í Føroyum
Síðan er eisini tað hent, at tað er komið upp á tal at draga Føroyar við í ætlanina við at gera eina sokallaða ‘tracking’-støð her. Hetta er ein støð, sum skal taka niður dátur frá fylgisveinunum, sum verða sendir upp á Shetland Space Centre.

- Heilt einfalt er bert talan um eina góða antennu, sum kann taka informasjónina niður og senda hana víðari til rætta viðkomandi, greiðir Johan Mortensen frá.

Fylgisveinar hava avmarkaðar møguleika at goyma dátur, ið verða savnaðar inn, og tí er tørvur á at fáa tømt dátugoymslurnar niður á støðir á jørðini.

- Ætlanin er somikið konkret, at Shetland Space Centre og Føroya Tele hava undirskrivað eitt eitt ætlanarskriv – ‘letter of intent’ – um at halda fram við samstarvinum, sigur Johan Mortensen.

Vakstrarøki
Sjálvur er Johan ikki í iva um, at rúmdarídnaðurin verður stórur í framtíðini. Kapprenningin er hørð, og eisini norðmenn og sviar eru langt frammi.

Tað at Lockheed Martin nú hevur givið grønt ljós fyri Hetlandi hevur eisini stóran týdning, ikki minst fyri teir íleggjerar, sum vilja vera við í ætlanunum. Fyri Hetland og serliga oynna Unst kann hetta eisini fáa ómetaliga stóran týdning, tí talan er um fleiri hundrað nýggj hátøknilig arbeiðspláss, og hvør veit um føroyingar ikki eisini eru skikkaðir at átakr sær onkra uppgávu í hesum sambandi?.

Eisini, at flogbreytin har verður uppstigað kann eisini fáa týdning fyri okkum, við tað at Vága Floghavn kann koma í spæl eisini, kanska sum tann altjóða floghavnin, ið liggur tættast við. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

14 Leygardagur 24. oktober 2020

Eitt risafet fyri hetlendsku rúmdarstøðini

Ætlanin at byggja rakettútsendingarstøð á einari av nærmastu grannaoyggj okkara gerst nú veruleiki

(Mynd: shetlandspacecentre.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Risastóri framleiðarin av flog- og rúmdarførum, Lockheed Martin, hevur nú tikið avgerð um at flyta sítt rúmdarvirksemi í Bretlandi úr Sutherland norðast í Skotlandi til Hetlands og uttastu oynna í landnyðring, Unst.

Hetta boðar bretska rúmdarumsitingin, UK Space Agency, frá fríggjadagin. Tíðindini vórðu væl móttikin hjá Shetland Space Center, sum seinastu tíðina hevur arbeitt fyri at fáa eina rakettútskjótingarstøð á Lamba nesinum norðast á Unst.

Ætlanin um at senda rúmdarrakettir av Lamba Ness longu frá 2024 kann fáa ómetaligan týdning fyri Unst og Hetland yvirhøvur. Roknað verður við, at ætlanin kann skapa yvir 600 nýggj arbeiðspláss í Skotlandi, harav 140 lokalt á Unst og yvir 200 í Hetlandi annars. Harafturat koma eini 150 arbeiðspláss í atknýttum vinnum, skrivar Shetland Space Centre.

- Vit fegnast stórliga og bjóða Lockheed Martin hjartaliga vælkomin til Unst at vera við til menningina av Shetland Space Centre, sigur Frank Strang stigtakari og stjóri fyri Shetland Space Centre.

Bretland er í hesum tíðum í kapping við fleiri onnur lond, eitt nú Noreg, Svøríki og New Zealand um at gerast veitari av flutningi til skjótt vaksandi rúmdarídnaðin. Við góðu landafrøðiligu umstøðunum á Unst, roknar Shetland Space Centre nú at hava fingið ein fyrimun í hesi kapping.

Bretska ráðkvinnan við vísindamálum, Amanda Solloway, sigur í hesum sambandi:

- Vit ynskja, at Bretland skal verða besta stað í Evropa at senda út rakettir. Hetta skal draga nýskapandi fyritøkur til landið og skapa arbeiðspláss í hundraðtali.

Skotski ráðharrin fyri handli, íløgum og nýskapan, Ivan McKee, sigur:

- Hetta er ein ómetaliga spennandi tíð fyri rúmdarídnaðin kring allan heimin, og Skotland gongur á odda.

Hetta kann eisini fáa týdning fyri Føroyar, tí Føroya Tele hevur verið í samráðingum við Shetland Space Centre um eitt samstarv, eitt nú at taka niður dátur í sambandi við at rakettir verða skotnar upp við kós nærhendis Føroyum.

Les eisini:

Hetland sær út til at hava tryggjað sær rakettstøð 

Norðmenn byggja eisini rakettstøð 

Ætla at skjóta 30 rakettir árliga úr Hetlandi 

Rakettstøðin í Hetlandi nærkast veruleika 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2020

15 Leygardagur 24. oktober 2020

Uppskotið lagt fram: Vilja javnseta samkynd foreldur

Umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava lagt uppskot fram um barsil til samkynd foreldur

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt uppskot sum varð lagt fyri tingið í vikuni skal javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening, og harvið at javnseta rættin hjá øllum børnum at hava møguleika fyri, at hava bæði foreldrini um seg í barsilstíðini.

Tað eru Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe, Hervør Pálsdóttir, Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen, Ingilín Didriksen Strøm, Djóni N Joensen, Jóhannis Joensen, umboð fyri andstøðuflokkarnar Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, sum hava lagt uppskotið fram.

Støðan er soleiðis í dag, at eitt samkynt par, sum fær barn, ikki hevur javnsettan rætt til barsilsfarloyvi og -útgjald. Hetta hóast tey eru felags um barnið. Sum dømi kann nevnast, at hóast tvær kvinnur eru giftar, og fáa eitt barn, so verður tann, sum ber barnið, viðfarin eftir reglunum í barsilsskipanini fyri støk. Onnur mamman fær alt barsilsfarloyvið ímeðan hin fær einki. Fleiri samkynd foreldur og børn teirra eru fyri hesum mismuni í Føroyum.

- Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið, fyrstu árini av lívi sínum, fær møguleika at vera nógv saman við foreldrum sínum. Tí tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt, stendur í tíðindaskrivi.

Í 2016 fingu samkynd rætt til at giftast borgarliga í Føroyum. Uppskotsstillararnir halda, at tað er neyðugt, at lóggáva, sum framvegis ger mun á samkyndum og hinskyndum hjúnum, og børnum teirra, verður dagførd. Her verður eitt nú hugsað um lóggávu kring foreldrarætt og rættindi hjá børnum til bæði foreldur. Broytingin í Barsilslógini fevnir einans um rættin til barsil við løn og til útgjald av barsilspeningi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2020

16 Leygardagur 24. oktober 2020

Brunnu í grund

Ikki nógv eftir av húsunum í Nólsoy, sum eldur kom í mánadagin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki nógv eftir av húsunum í Nólsoy, sum eldur kom í um middagsleitið mándagin.

Sløkkiliðið í Nólsoy, men eisini sløkkiliðið í Havn vórðu boðsend beinanvegin. Sløkkiliðsfólk vórðu flutt út til Nólsoyar við Rescue Lív, meðan sløkkiliðsbilar og annað varð siglt út við strandfaraskipinum Ternuni.

Eldurin var stórur, men maðurin sum búði í húsinum slapp út í øllum góðum, men varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

17 Leygardagur 24. oktober 2020

Sóttarhaldstíðin sett niður í 10 dagar

Farsóttarnevndin hevur samtykt nýggjar ásetingar fyri sóttarhald og avbyrging

(Savnsmynd: Landssjúkrahúsið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kravið um avbyrging og sóttarhald í sambandi við koronasmittu verður nú stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar.

Hesum boðaði Heilsumálaráðið frá fríggjadagin.

Frameftir verður mælt til, at øll, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn tú verður loystur úr avbyrgingini, at tú seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni.

Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 niður í 10 dagar.

- Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6.degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum, vísir Heilsumálaráðið á.

Nýggju leiðreglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum í løtuni eru í sóttarhaldi.

Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 50 pr. 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á 6.degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya. Her eigur tú at leggja tær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2020

18 Leygardagur 24. oktober 2020

Bjarni Arnason nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele

Eykaaðalfundur hevur verið í pf. Føroya Tele og nýggi nevndarlimurin í samtaksnevndini er eisini nýggjur formaður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á eykaaðalfundi í vikuni varð Bjarni Arnason valdur sum nevndarlimur í samtaksnevndina fyri Føroya Tele.

Nevndin skipaði seg eftir eykaaðalfundin við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.

Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nýggi nevndarlimurin umboðar eigaran, Føroya Landsstýri, og er valdur av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum.

Bjarni Arnason er 50 ára gamal og útbúgvin cand.merc.aud. frá CBS. Síðani 1989 hevur hann starvast sum granskoðari, har hann hevur grannskoðað og ráðgivið bæði størri og smærri fyritøkum. Harafturat hevur Bjarni starvsroyndir innan bankaheimin og hevur verið partnari hjá Rasmussen&Weihe.

Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.

Hesi sita í nevndini í Føroya Tele: Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Annbritt Tummasdóttir Nielsen, Lena L. Mohr, Levi T. Nybo, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Simonsen.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2020

19 Leygardagur 24. oktober 2020

Stillar ikki upp aftur

Jógvan í Skorini, sum seinastu átta árini hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu, verður ikki á listanum hesaferð

Jógvan í Skorini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Borgarstjórin í Eiðis kommunu seinastu átta árini, Jógvan í Skorini, stillar ikki uppaftur.

Hesum boðar hann frá í skrivi til miðlarnar í vikuni.

- Nógv er broytt síðani eg byrjaði sum yngsti borgarstjóri i Føroyum nakrantíð fyri átta árum síðani einans 26 ára gamal. Tíðin í kommununi hevur verið ein fantastiska spennandi og mennandi tíð. Starvið hevur givið mær ótrúliga nógvar góðar og serstakar upplivingar og lívsroyndir, sigur Jógvan í Skorini í skrivinum.

Hóast Jógvan í Skorini nú takkar fyri seg í kommunalpolitikki, avsannar hann tó ikki at hann ikki verður at síggja aftur.

- Tað er við sorgblídni at eg við hesum boðið frá at eg ikki stilli uppaftur. Men enn eri eg rímiliga ungur, so hvør veit, kanska man bjóðar seg framm aftur um nøkur ár. Enn eru tó slakir tríggir mánaðir eftir av setanini og ætlanin er at fáa nógv burturúr hesa seinastu tíðina, sigur hann.

Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

20
Leygardagur 24. oktober 2020

Ein liður í eini spennandi verkætlan

Línuskipið Vesturleitið er selt til Klaksvíkar, har tað nú fær heimstað og nýtt navn. Nýggju eigararnir ætla eisini at fiska krabbar við hesum skipinum

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað var í hósdagin, at línuskipið Vesturleitið, sum er fyrrverandi Vesturhavið, fekk nýggjar eigarar.

- Ja, vit hava keypt línuskipið, sum er í hampiliga góðum standi, sigur Christian Matisen, sum er skipari og ein av eigarunum.

Línuskipið, sum seinastu mongu árini hevur havt heimstað í Vestmanna, er avloyst av Kambi, sum nú hevur fingið navnið Vesturhavið, og heimstað í Vestmanna.

Vesturleitið skal nú skifta navn til Borðoyarnes, og fær heimstað í Klaksvík, har tað skal avloysa eitt skip við sama navnið.

- Vit fingu møguleikan at keypa Vesturleitið, sum er eitt betri skip enn undanfarni Borðoyarnes, sum nú skal leggjast, sigur Christian Matisen við Portalin.

- Vit hava tikið alla línuútgerðina úr gamla Borðoyarnes í sambandi við krabbaveiðuna, og nú ætlanin er at fara aftur í línuvinnuna, var hetta tað betra valið, og er hetta samstundis ein liður í einari spennandi verkætlan, sigur Christian Matisen.

[object Object]Christian Matisen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Ætlanin er at fara til fiskiskap um fyrsta november.

Nýggi Borðoyarnes fær loyvini hjá núverandi Borðoyarnes, sum hoyrir til bólk 3, sum er bólkurin hjá línuskipunum. Eisini hevur skipið eitt kalvaloyvi við New Foundland sum tað einasta skipið í bólkinum, sigur skiparin.

Ætlanin er eisini at fiska krabbar við hesum skipinum, sum hevur munandi betri umstøður at arbeiða undir og manningarviðurskiftir, sigur Christian Matisen, sum leggur aftrat, at teir hava uppbygt eitt sera gott sølulið, sum ger, at teirra vøra er sera nógv umbiðin.

Nýggju eigararnir, ynskja ikki at upplýsa nakran søluprís, men siga at teir eru nøgdir við keypið.

- Hetta er eitt gott skip, og vit eru sera spentir at sleppa í gongd. Skipið kom á Klaksvík í dag, og nú fara vit at rigga skipið til fiskiskap.

Spurdur um hvat skal henda við undanfarna Borðoyarnes, sigur Christian Matisen, at skipið verður lagt, men at onkrir fyrispurningar eru um at keypa.

- Onkur áhugi er fyri skipinum, bæði úr Føroyum og uttanlands, men vit hava sagt, at vit hava ikki skipið liggjandi leingi, so um tað ikki verður selt, so verður tað høgt upp.

[object Object]Undanfarni Borðoyarnes skal antin seljast ella høggast upp (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2020

21 Leygardagur 24. oktober 2020

Tveir ungir menn skuldsettir fyri brot á rúsevnislógina

Menninir, ið vóru um 19-20 ára aldur, høvdu gjørt sær dælt av bæði hashi og øðrum hørðum rúsevnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Beint áðrenn klokkan 21 hóskvøldið vórðu tveir ungir menn tiknir fyri brot á rúsevnislógina uttanfyri ein stovn í Hoyvík.

- Báðir høvdu gjørt sær dælt av hashi og øðrum hørðum rúsevnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum leggur afturat, at teir vórðu rættiliga ávirkaðir, tá løgreglan kom fram á teir.

Løgreglan hevur lagt hald á rúsevnini, og menninir, sum eru um 19-20 ára aldur, eru skuldsettir fyri brot á rúsevnislógina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2020

22 Leygardagur 24. oktober 2020

Pávin talar fyri skrásettum parlagi

Hetta kemur fram í nýggjum dokumentarfilmi um argentinska pávan

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú gongur leiðarin fyri øllum heimsins katolikkum, Frans pávi í Rom, inn fyri, at samkynd pør skulu hava møguleika at skráseta seg í parlagi.

Tað kemur fram í einum nýggjum dokumentarfilmi, “Francesco”, skrivar Reuters.

- Samkynd hava rætt at vera ein familja. Tey eru Guðs børn og hava rætt til eina familju. Ongin skal verða sleptur upp á fjall ella vera óeydnusamur at hesi orsøk, sigur Frans pávi.

Sambært Austen Ivereigh, sum hevur skrivað eina sjálvævisøgu um Frans páva, hevur pávin ikki fyrr verið so greiður um sín hugburð til hetta umstrídda málið.

Fyrr hevur ivi verið sáddur um stuðulin hjá Frans páva til samkynd pør.

Meðan hann var erkabiskupur í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires, setti hann seg ímóti lóggávu, sum skuldi loyva samkyndum pørum at fara saman í hjúnalag.

Men hann talaði fyri, at samkynd pør skuldu kunna skrásetast í parlagi.

- Vit mugu hava eina lóg um skrásett parlag. So eru tey umfatað løgfrøðiliga. Tað havi eg altíð gingið inn fyri, sigur pávin í filminum, sum Evgeny Afineesky hevur gjørt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2020

23 Leygardagur 24. oktober 2020

Frakland: Lærari hálshøgdur fyri at brúka Muhammed tekningar til undirvísing

Maðurin, sum verður hildin at hava framt drápið, varð skotin av løgregluni, og níggju onnur eru afturhildin í málinum

Franski forsetin, Emmanuel Macron vitjaði staðið, har drápið fór fram (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta fríggjadag var ein skúlalærari dripin nærindis einum skúla í franska býnum Conflans Saint-Honorine.

Lærarin hevði brúkt tekningar av profetinum Muhammed í sambandi við undirvísing um talufrælsi.

Maðurin, sum verður hildin at hava dripið læraran, er ein 18 ára gamal maður við kekenskum røtum, sum varð føddur í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Viðkomandi varð skotin av løgregluni, og doyði seinni av sínum løstum.

Álopið fríggjadagin verður lýst sum hálshøgging, skrivar Ritzau.

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, lýsti álopið sum eitt týðiligt islamiskt yvirgangsálop.

Bað næmingar peika á læraran
Seinni kom fram, at 18 ára gamli maðurin, sum drap søgulæraran bað næmingar á skúlanum, um at peika á læraran, segði franski ákærin, Jean-Francois Ricard á tíðindafundi.

Lærarin, 47 ára gamli Samuel Paty, undirvísti í søgu og landafrøði, og hann skapti øsing millum foreldur at muslimskum næmingum, tá han brúkti Muhammed tekningar sum partur av undirvísingini um talufrælsi. At avmynda profetin verður av muslimum roknað sum blasfemi.

Skúlin hevði fingið fleiri hóttanir, áðrenn hendingina, sum fór fram síðsta fríggjadag.

Drápsmaðurin legði mynd út av hálshøgda læraranum á sosiala miðilin Twitter saman við boðunum um, at hann hevði dripið læraran. Myndin varð seinni funnin á telefonini hjá 18 ára gamla manninum, sum sjálvur lat lív, eftir at løgreglan skeyt hann.

Maðurin var skrásettur sum flóttafólk í Fraklandi. Hann var av kekenskum uppruna men var føddur í Russlandi.

Níggju fólk vórðu afturhildin í málinum, m.o. foreldur at einum næmingi á skúlanum, har lærarin arbeiddi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2020

24
Leygardagur 24. oktober 2020

Flóðir av tonkum - sum skorin inn á bein

Ummæli av skaldsøguni "Gentan í Verðini" hjá Katrini Ottarsdóttir

 
SkrivaÐ:

Martina Sørensen

[object Object]

Eftir at hava lisið skaldsøguna ígjøgnum, fer ein at hugsa um tann myndliga samanhangin, sum skaldsøgan letur upp fyri; og hetta út frá tí ógvuliga fortættaða frásøguhátti, har frásøgukvinnan, í 3. persóns-lýsing, grípur niður í barnsins og egnan hugaheim og upplivingar.

Myndliga sæð sýnist hetta sum ein kavan niður á havbotnin, sum rykkir lesaran við sær í eini skakandi ferð, og bindur tankarnar hjá lesaranum eins og tað ger hjá frásøgukvinnuni sjálvari. Við spenningi grípur ein soleiðis í somu línu, sum hon, og somuleiðis hugsar um “allar tankarnar, sum aldrin binda frið” hjá gentuni, og um hon nakrantíð fer at fáa grið fyri teimum.

Uttan at siga ov nógv, kann tó viðmerkjast, at frásøgnin við sínum flóðum av tonkum, sum gentan ger sær, er sum skorin inn á bein. Einki er ov nógv ella ov lítið tonkt, men merkist - av lesaranum - líka so bogaspent, sum tá gentan í sínari Sherwoodskóg, í havanum hjá abbanum, og í Robin Hood líki, spennur bogan og skjýtur, og heilt óvæntað fyri lesaran, rakar abban í skallan. Tá einki í hesum viðfangið er viðmerkt um nakrar avleiðingar av hesum skotið – abbin, sum til tíðir brestur av illsinni – fær ein sum lesari hug til at síggja hetta sum ein íblástur av hennara hugflog og innaru verð.

Abbin verður soleiðis í óbeinleiðis týdningi skotin, tá hann kvøðani kemur til gongu við sínari landspann, sum hann vanliga taðar rabarburnar við, og hartil í somu løtu hann endar sítt kvæðið úr Ebbe Skammelsen vísuni “Og det vil jeg for sanden sige, han stamped med Foden mod Jord” (s.61). Sum lesari reisist ein tó úr stólinum av hesum samantreffi við fótinum, tí liggur nakað annað aftan fyri hennara skot enn eitt yvirkæti í leikinum, somuleiðis tá hon sleingir sína beru rumpu í tí bleyta grasinum!? Ella er hetta ein ótilvitaður atburður, ið hevur sín uppruna í teim illsinnisherindum, sum abbin – lík trampunum í vísuni – sovæl sum mamman, vera rakt av til tíðir. Nakað, sum gentan kennur til heimanífrá, men gjøgnum sín uppvøkstur hevur verið tarnað av undir liðini á pápanum, sum hon sær upp til og er hennara fyrimynd. Hetta yvirkæti, sum hon sýnir í sínum bogaspælið, kann sostatt síggjast sum eitt aftursvar til tað sálarliga trýstið, og harvið eisini tað torføra lívið í Havn, við tí ótilrokniligu mammuni. Nakað, sum óivað hevur virkað darvandi uppá tað persónliga frælsið hjá gentuni og tað at vera barn.

Tað kann sigast at vera ein álvarsom frásøgn, sum frásøgukvinnan avdúkar gjøgnum tankarnar hjá gentuni, men tó hevur eina ávísa frástøðu til. Umframt frásøguháttin í 3. persóni, sæst hetta millum annað aftur í tí meira ella minni løgna samanhanginum, sum eisini er at finna í skaldsøguni, eitt nú tá abbin blandar land frá sær sjálvum og ommuni, sum hann har afturímóti ikki hevur kamar saman við. Nakað, sum gentan undrar seg yvir. Og at hann í staðin tykist at hava kenslur fyri gummuni við teimum stóru bróstunum, arbeiðskonuni í húsinum. Nakað av hesum sama løgna sæst eisini í tí stóra klædnaúrvalinum hjá mostrini, sum kamarskápini standa bólgnað av.

Hvussu gentan brýtur seg ígjøgnum sína tankaverð, og harnæst kemur undan vatnskorpuni, sínari innaru verð, og kanska til sín sjálvs, kennist í teim fáu, men ógvusligu søgubrotunum í skaldsøguni. Myndliga er hetta væl samansett í m.a. bjargingaratsóknini, har mosturin er um at drukna, og har gentan av berari strongd fellur í óvit og verður trilla heim av tí góðsligu gummuni, fyri síðan at verða róst fyri sítt dirvið.

Skaldsøgan tykist eisini skelkandi í sinari frásøgn, sum ein tó ikki leggur frá sær, men áhaldandi verður knýtt at í hennara spenningsteigum. Eisini vekur hon áhuga í tí meira djúptliggandi støðið, har hon at enda bindur seg til eitthvørt meira vælumhugsað, sum peikar fram móti einum meira persónligum vøllið, ið tó er barnsins, letur seg knýta at tí vaksnu frásøgukvinnuna sjálvari.

19.Okt.2020
Martina Sørensen
Við bestu ynskjum til tín, Katrin Ottarsdóttir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2020

25 Leygardagur 24. oktober 2020

Peter Madsen tók gísla og hótti seg út

Mett var, at gíslatikna kvinnan var í lívsvanda, og Peter Madsen slapp út. Hann varð tó skjótt handtikin aftur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagurin í hesi vikuni gjørdist sera dramatiskur í Albertslund vestan fyri Keypmannahavn. Har liggur Herstedvester Fængsel, og ein av teimum sum situr fangi har er Peter Madsen.

Hann er kendur fyri at hava dripið svensku fjølmiðlakvinnuna Kim Wall umborð á kavbáti sínum í 2017 - eitt dráp ið Peter Madsen noktaði seg sekan í, í rættinum, men sum hann í dokumentarsending í ár hevur játtað.

Ein nýggjur dokumentarfilmur um kanningina av kavbátsmálinum er júst komin út, og í týsdagin royndi dømdi drápsmaðurin at sleppa úr geglinum. Sambært upplýsingum hjá DR og TV2 tók Peter Madsen eitt sivilt starvsfólk sum gísla, og nýtti hana og eitt vápn, sum møguliga var ein revolvari, og sum møguliga var óektaður. Eitt portur varð latið upp, tí mett var at starvsfólki var í lívsvanda. 

Tað tók tó ikki langa tíð, til Peter Madsen varð handtikin aftur. Eitt stórt lið av vápnaðum løgreglufólki fekk fatur á fanganum, ið hevði tikið ein hvítan vøruvogn. Madsen sat eina løtu í grasinum, og hevði nakað sum líktist einum bumbubeltið um miðjuna, og at tað varð siktað eftir honum við riflum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2020

26 Leygardagur 24. oktober 2020

Rúsandi løgur seldur í handlunum

- Talan er um ein mistak, sigur stjórin fyri Á handlarnar. Vøran tikin av hillunum

(Mynd: Janus Trúgvason)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Millum jólavørurnar, sum Á-handilsketan lýsti við í sínum lýsingablaði hesa vikuna, eru ymisk sløg av gløgg. Eisini liðugt hvítt gløgg við 12,5 prosent alkoholi í.

Helst eru tað nøkur, sum longu hava tryggjað sær eina fløsku ella fleiri. Men onnur, sum vilja uppliva serligu kensluna av at keypa rúsandi løg, bíliga í einum heilt vanligum matvøruhandli, skulu ikki rokna við, at vøran stendur á hillunum í Á-handlunum meira.

- Hvat sigur tú? Er tað fyrsta, sum Bassi Haraldsen, stjóri fyri Á handlarnar segði, tá Portalurin mikukvøldið spurdi hann um nýggja átakið. Hann visti ikki av, at Á-handlarnar hesa vikuna hava selt vørur, sum einans einkarrúsdrekkasølan hevur loyvi til at selja.

- Hetta er ein feilur, eitt mistak, sum er farið gjøgnum skipanina hjá okkum, uttan at vit hava ansað eftir, at talan er um vøru við alkoholi í. Feilurin má rættast beinanvegin, og vøran takast av hillunum, segði Bassi Haraldsen.

Vøran sæst í tilboðsblaðnum, ið varð sent út í hesi vikuni. Men á myndini av fløskuni við “Hvid Gløgg” sæst ikki, at niðjast í vinstra horni á etikettini stendur, at alkoholinnihaldið er 12,5 prosent.

Sigast má eisini, at prísurin var rættiliga góður fyri ikki at siga púrasta óvanligur fyri eina fløsku av víni. 29 krónur fyri fløskuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2020

27 Leygardagur 24. oktober 2020

Gloypibitar innan úr seyðinum

Gevið avroðunum størri ans – tað er góður matur

Høvuðsrætturin, livur og eplamorl, verður borðreiddur (Mynd: Súsanna Smith Johansen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Avroð og slambur av seyði kann saktans vera góður matur. Tað ber væl til at matgerða livur, indur, hjørtu og hvítanýru á annan hátt enn bara at tveita í pottin at kóka, sum tað kanska hevur verið siður í Føroyum gjøgnum øldir.

Hetta prógvaði Teitur Christensen, kokkur, á einum serligum mattiltaki, sum varð hildið í Silo á Vestaru Bryggju sunnukvøldið.

Til dagligt er Teitur Christensen køksleiðari á nógv róstu matstovunum Fútastova og Áarstova Heima í Havn. Hesaferð royndi hann seg í køkinum í saltsiluni í Sjóvinnuhúsinum við rávørum, sum ikki so ofta eru at fáa Heima í Havn, men kanska verða meira at síggja á matarlepanum í framtíðini.

Tí slambur er góður matur.

[object Object]
Sunniva G. Mortensen (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Dygdar føroysk rávøra
Tað var átakið matkovin.fo hjá Sunnivu G. Mortensen, sum skipaði fyri tiltakinum í Silo.

Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu hevði Matkovin fingið stuðul til eitt átak, ið snýr seg um at vekja áhugan fyri avroðum. Eitt av tiltøkunum var ein kapping, har 25 pør fingu høvi at vera við til eitt serligt døgurðatiltak í Silo.

Við til døgurðan vóru eisini búnaðarfólkini úr kommununi, sum høvdu latið rávørur til tiltakið. Avroðini vóru frá Dalheimi, Hoyvíksgarði, Signabøgarði og Syðradalsgarði, meðan grønmetið kom frá felagsskapinum Vøkstri, Veltuni og Uttastovugarði.

Proteinini vórðu sostatt øll frá bóndum í Tórshavnar kommunu, meðan grønmetið, í mest møguligan mun, kom úr Kaldbak, Kaldbaksbotni og heiman av Sandi.

Fyri flestu av bóndunum var tað eisini serligt at uppliva, hvussu teirra ”yvirskotsvøra” kann gagnnýtast til matkynstur á høgum stigi.

Góður matur fer til spillis
Avbjóðingin, sum Sunniva G. Morgensen og matkovin.fo hava sett sær fyri er, at varpa ljós á er, at ein stórur partur – alt ov stórur partur – av avroðunum frá slaktinum endar sum burturkast, í ruskbingjum ella í náttúruni.

Hetta er spell, tí talan er um góðan mat. Og var størri eftirspurningur eftir avroðum, so kundi søla av hesum eisini verið eitt gott íkast til raksturin hjá seyðabóndum.

Og tað er heldur ikki í tráð við øll mál um burðardygd, ið vit seta okkum í hesum tíðum. Vóru avroðini gagnnýtt hevði hetta ikki bert loyst ein rusktrupulleika, men eisini minkað um allan tann mat, sum vit innflyta uttan úr heimi.

Hetta er nakað av tí, sum Sunniva G. Mortensen vildi prógva við hesum átakinum.

[object Object]
Teitur Christensen, kokkur (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Royndir við avroðum
Og hetta hevði hon so fingið roynda kokkin at hjálpa sær við. Teitur Christensen hevur royndir frá kendum matstovum uttanlands, áðrenn hann vendi heim aftur at seta sín dám, serliga á matstovuna Fútastova. Í Danmark hevur hann arbeitt rættiliga nógv við avroðum, greiddi hann frá á tiltakinum sunnukvøldið

Avbjóðingin, tá avroð skulu matgerast er, at tey skulu antin hava lítið ella heilt nógv, og her tosa vit um hvussu leingi tey skulu kóka ella steikjast, annars gerst tað seigt og keðiligt.

Til máltíðina í Silo sunnukvøldið, høvdu Teitur og hjálparfólk hansara tilgjørt fyrst tríggjar smáar rættir, ein høvuðsrætt og ein rætt omaná.

[object Object]
Djúpstokt hvítanýru við aioli (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Hjørtu, indur og hvítanýru
Smárættirnir vóru smábitar av lambshjørtum blandað í salat og sjerrytomatir. Ein frísklig salat, hjartabitarnir vóru kaldir, men Teitur greiddi frá, at hann hevði tilgjørt hjørtuni við at konfitera tey, tað vil siga, at tey vóru stokt – nokk rættari at siga kókað – í feitti í veikum hita í rættiliga langa tíð.

Annar rættur var indur - keppur og rukkulakki - borðreidd flógv í tomatblandi við kikkertrum. Ein rættiliga øðrvísi máti at fáa indur. Her vóru tey fyrst kókað saman við krúddi, síðani skorin í tunnar álir, stokt og so latin í blandið. Eykendi slambursmakkurin merktist ikki aftur.

Tann triði smárætturin vóru hvítnýru, ella eistur sum abbin kallaði henda góðbitan eftir hansara tykki. Skorin í dálar, panerað og síðan djúpstokt – friturestokt – og borðreidd við einum petti av sitrón og einari góðari vælkrúddaðari aïoli, sum er eitt slag av majonesu. Sannur gloypibiti.

Køkan omaná var mest óvæntað
Høvuðsrætturin var stokt livur við eplamorli, bleytum leyki og karsi. Ikki so nógv øðrvísi, menn enn einaferð prógv um, at tá verulig listafólk innan matkynstur gera tað, gerst tað eisini betri enn har heima.

Ostur og røtur vórðu blandað í eplamorlið, og livurin hevði fingið júst so nógv, at hon var sum hon skuldi vera.

[object Object]
Blóðkøka við ísi (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Rætturin omaná – dessertin – var kanska tann mest óvæntaði rætturin hetta kvøldið. Á matarlepanum stóð bara ’blóð’ - drápiligt.

Tað vísti seg at vera ein kaka, ein muffin, serverað saman við góðum vaniljuísi.

Kokkurin greiddi frá, at blóð hevur sama eginleika at koagulera – renna saman – sum egg hevur. Tí ber til at baka kaku við blóði í staðin fyri egg. Hetta vísti seg at rigga stak væl. Blóð smakkar ikki av nøkrum, og tí var ongin atsmakkur í køkuni, sum var myrkabrún, hóast hvørki sjokuláta ella kakao var latið í, sum kokkurin vissaði um.

Í staðin vóru kirsuber í køkuni og afturvið eisini ein blóðreyð berjasós – ”men takið tað heilt róligt”, segði kokkurin, ”hatta er ikki blóð”.

Sambært Teiti Chistensen er talan um rættir, ið eru lættir at gera.

Almenningurin kann sleppa at royna seg. Tí seinni í vikuni vera uppskriftirnar at síggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og á matkovin.fo.

Fakta:
Sambært Seyðabókini hjá Robert Joensen hoyra hesir partar av seyðinum til eini avroð:

  • Ein pottur av sveita (1 litur av blóði)
  • Høvd og føtur
  • Mørur (t.e. livur, lungu, hjarta og lundir)
  • Garnmørur
  • Nýru
  • Sperðilsgørn
  • Hvítanýru og strongur (um tað er av hornaseyði)
  • Ein vaskað vomb (t.e. indur, keppur, vinstur, langi)
  • 4 merkur av tálg (1 kilo)
  • Vil
  • Rukkulakki

[object Object]
Indursálir (Mynd: Súsanna Smith Johansen)

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

28 Leygardagur 24. oktober 2020

Disney ávarar um rasistiskt innihald í gomlum klassikarum

Tá fólk fara inná Disney+ at hyggja eftir eitt nú "Dumbo" og "Aristocats", koma eini boð fram á skíggjan, sum ávara um rasistiskar stereotypur

Dumbo (Mynd: Disney)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á Disney+, ið er stroymingartænastan hjá Disney, kemur ein ávaring, tá mann stroymar klassiskar filmar sum "Dumbo", "Aristocats", "Lady and the Tramp", "The Jungle Book" og "Peter Pan".

Ávarað verður um "mentanarligar stereotypur", og sambært Disney er sumt av innihaldinum beinleiðis rasistiskt, skrivar Ritzau.

Tá fólk fara inn á hesar filmar kemur hesin teksturin fram:

– Hendan sendingin inniheldur neiligar lýsingar og/ella viðferð av menniskjum ella mentanum, sum ikki kann góðtakast. Hesar stereotypur vóru skeivar tá og eru skeivar enn.

– Í staðin fyri at strika hetta innihaldið, ynskja vit at viðurkenna ta skaðiliga ávirkanina, tað hevur havt, at læra av tí og virka til frama fyri dialog, so vit kunnu skapa eina meira umfevnandi framtíð.

Sum dømi kann nevnast, at fílurin Dumbo í filminum av sama navni hittir nakrar krákur, sum syngja ein sang, sum minnir um eina framførslu úr einum amerikanskum "minstrel show", sum var eitt slag av undirhaldi, sum kom fram í 19. øld, har hvít fólk gjørdu gjøldur burturúr afroamerikanarum.

Oddamaðurin hjá krákunum eitur eisini Jim Crow, eitt navn, sum umfatar eina røð av rasistiskum lógum, sum vórðu galdandi í fleiri amerikanskum suðurstatum frá seint í 19. øld til 1965 í summum støðum.

Disney+ varð tøkt í USA í november 2019, og í dag er tað tøkt í nærum øllum Evropa.

Stroymingartænastan gjørdist tøk í Danmark 15. september, og áðrenn hetta varð boðað frá, at stroymingartænastan fór at gerast tøk í Danmark og í Grønlandi men ikki í Føroyum. Enn sæst Disney+ ikki í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

29 Leygardagur 24. oktober 2020

Filip Jojic úttikin til landsliðið - 14 útisetar í hópinum

Bakkurin hjá VÍF er ímillum teir 17, sum eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia fyrst í november. Rókur Akralíð verður við til heimadystin - Pætur Mikkjalson til útidystin. Áki Egilsnes er ikki tøkur

Heili 14 av teimum úttiknu leikarunum spæla til dagliga uttanlands - bert Filip Jojic, Peter Krogh og Pætur Thomsen spæla til dagliga í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hondbóltssamband Føroya kunngjørdi í vikuni hvørjir leikarar, landsliðsvenjararnir hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia 4. og 7. november.

Eitt sum er merkisvert, er at Filip Jojic endliga er við. Hann hevur áður vant við, og í summar fekk størsti profilurin hjá VÍF, sum er í Føroyum á tíggjunda árið, pappír uppá at hann er danskur ríkisborgari, og harvið kann umboða Føroyar.

32-ára gamli vinstri bakkurin skorar eina rúgvu av málum hvørt ár, og nú skal leikarin, sum er úr Bosnia-Hersegovina, gera tað fyri Føroyar.

Vestmenningurin Áki Egilsnes hevur seinastu árini verið at sæð á hinum bakkinum á landsliðnum, men hann verður ikki við hesaferð - heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at tað er av persónligum ávum. Hilmar Leon Jakobsen hevur eisini verið partur av landsliðnum, tá hann ikki hevur verið skaddur, men hoyvíkingurin er fyribils givin at spæla hondbólt og skorar ístaðin mál á fótbóltsvøllinum fyri HB.

Hondbóltssambandið boðar frá, at korona fer at avmarka luttøkuna hjá roynda Róki Akralíð, sum er lækni í Århus. Rókur kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia. Hesir báðir eru millum teir sjey á listanum, ið til dagliga spæla í donskum hondbólti.

Samanlagt eru 14 útisetar úttiknir. Bert tríggir spæla til dagliga í Føroyum - tveir í H71 og ein í VÍF

Hópurin:
Málverjar:   
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold

Vongleikarar: 
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71

Bakspælarar/verjuleikarar:
Brandur Halgirson, Ajax København
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram

Strikuleikarar: 
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rógvi Dal Christansen, Fram
Rókur Akralíð, HEI Skæring - Verður við til heimadystin
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg - Verður við til útidystin

Talan verður um avbjóðandi uppgávur hjá føroyska liðnum. Kekkia er hægst styrkismett av teimum fýra liðunum í bólkinum - hini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nr. 12 til EM í 2020 og nr. 6 til EM í 2018.

Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen mikudagin 4. november, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november.

 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

30 Leygardagur 24. oktober 2020

4-0 í Wales

Tað skrædnaði eina løtu í øðrum hálvleiki, men føroysku kvinnurnar fingu betri úrslit enn í heimadystinum móti Wales

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar spældu hósdagin tann sætta útav átta dystum í undankappingini til EM. Dysturin var í Wales. Vertirnir eru á øðrum plássi í bólkinum og vóru eisini greitt omaná frá byrjan.

Wales hevði nakrar stórar møguleikar, áðrenn Helen Ward sló til stutt eftir, at hálvi tími var leiktur. Tá høvdu føroysku kvinnurnar staðið væl ímóti - Wales rakti træverkið fleiri ferðir í dystinum.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Ein løta í øðrum hálvleiki var heilt ring - tað var, tá Wales skoraði trý mál innan tíggju minuttir - Natasha Harding, ið gjørdi hattrik í Føroyum, skoraði tvey av málunum. Føroyar fingu ikki handfarið nøkur innlegg, men hildu málið reint seinna helmingin av øðrum hálvleiki.

Harvið var úrslitið betri enn í heimadystinum, ið var síðst í august í fjør, tá vit taptu 6-0. Føroyska liðið fekk ikki hótt málið hjá Wales, men talan gjørdist ikki um eitt heilt stórt tap.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Liðið hjá John Petersen spælir aftur 26. november. Tá verður uppgávan uppaftur størri - móti Noreg á útivølli.

EM undankapping, bólkur C
Rodney Parade, Newport - 22. oktober 2020
Wales - Føroyar 4-0 (1-0)
33' Helen Ward 1-0
58' Natasha Harding 2-0
62' Natasha Harding 3-0
67' Lily Woodham 4-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2020

31 Leygardagur 24. oktober 2020

KÍ fyri tjúgundu ferð

Gullveitsla var í Klaksvík leygardagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru longu fleiri vikur síðani, at vælspælandi kvinnurnar úr KÍ tryggjaðu sær FM-heitið í Betri deildini, og tað var eisini staðfest leygardagin, tá síðsti leikdagur var. KÍ vann 3-1 móti á B36 og kundi við góðari samvitsku taka ímóti gullinum.

Gullgaggur og gyltir leikbúnar tóku ímóti B36 við Djúpumýru, men gestirnir smæddust ikki burtur í gullveitsluni. B36 bjóðaði væl og virðiliga meistarunum av í fyrra hálvleiki, og tað var tí ikki óuppiborið, tá havnarkvinnur løgdu seg á odda eftir 20 minuttir við máli frá Elisabeth Vang. Hóast KÍ fleiri ferðir lá framvið, so megnaðu gestirnir at standa ímóti til hálvleiks, men so gekk tað heldur ikki longur. 

Seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Evy á Lakjuni javnaði til 1-1, og eftir fleiri atsóknir móti B36 málinum, sendi Victoria á Lakjuni KÍ á sigurskós við einum væleydnaðum langskoti, sum brast í yvirleggjaran, áðrenn bólturin fór í málið.

Lítla løtu seinni fekk Evy høvið til at seta punktum fyri kappingarárið, tá KÍ fekk brotsspark. Toppskjúttin skoraði trygt, og staðfesti samstundis sína støðu sum toppskjútti í ár við 17 málum. 

Sí fleiri myndir: KÍ føroyameistari 2020

[object Object]

Hetta er annað árið á rað, at kvinnurnar úr Klaksvík gjørdust meistarar, og samanlagt tjúgundu ferð at KÍ-kvinnurnar hava vunnið føroyameistaraheitið.

NSÍ tryggjaði sær silvurið við sigri á ÍF/Víkingi/B36, meðan HB vann bronsuna.

Føroyameistarar 1985-2020
1985 – B36
1986 – HB
1987 – B36
1988 – HB
1989 – HB
1990 – Skála
1991 – ÍF
1992 – Skála
1993 – HB
1994 – HB
1995 – HB
1996 – B36
1997 – KÍ
1998 – B36
1999 – HB
2000 – KÍ
2001 – KÍ
2002 – KÍ
2003 – KÍ
2004 – KÍ
2005 – KÍ
2006 – KÍ
2007 – KÍ
2008 – KÍ
2009 – KÍ
2010 – KÍ
2011 – KÍ
2012 – KÍ
2013 – KÍ
2014 – KÍ
2015 – KÍ
2016 – KÍ
2017 – EBS/Skála
2018 – EBS/Skála
2019 – KÍ
2020 – KÍ

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2020

32 Leygardagur 24. oktober 2020

Føroyameistararnir skulu til Noregs

KÍ skal 3. ella 4. november spæla Champions League-dyst í Oslo. Vålerenga endaði í fjør nummar tvey í norsku deildini

Leygardagin fekk KÍ gull og steyp handað í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakast var hósdagin til 1. umfar í Champions League hjá kvinnum fyri 2020-2021. 

Eins og hjá monnum verður talan um ein dyst í hvørjum umfari - mongu undanfarnu árini hava fýra lið hittst í einum landi og spælt eina ferð móti hvørjum øðrum í undankappingini.

Í KÍ varð vónað, at lutakast fyrst og fremst gav heimavøll. Í so fall hevði søga verið skrivað, tí so hevði ein Champions League-dystur hjá kvinnum á fyrsta sinni verið leiktur í Føroyum, og vøllurin í Klaksvík hevði kunnað verið nýttur.

KÍ trekti tó útivøll, og skal um smáar tvær vikur spæla í Noregi. Vålerenga úr Oslo kom úr pottinum, og dysturin verður leiktur 3. ella 4. november.

Norska deildin er styrkismett sum nummar 11 av teimum 49 luttakandi út frá evropeiskum úrslitum - Betrideildin er nummar 40. Vålerenga endaði í fjør nummar tvey í norsku deildini, og er í løtuni oddalið. Harvið verður talan um eina trupla uppgávu hjá KÍ-kvinnunum, ið vunnu FM á sera sannførandi hátt í ár - tað var fyri 19. ferð í hesari øldini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2020

33 Leygardagur 24. oktober 2020

Hjálparvenjarin hjá grønlendska landsliðnum býr í Vestmanna

Nukannguaq Zeeb ætlar at hjálpa grønlendskum fótbóltsspælarum til Føroya at royna seg

Grønlendska landsliðsvenjaratoymið. Nukannguaq Zeeb til vinstru (Mynd: KAK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nukannguaq Zeeb, sum býr í Vestmanna, er júst tilnevndur hjálparvenjari hjá grønlendska manslandsliðnum í fótbólti.

Nukannguaq Zeeb er 38 ára gamal, útbúgvin lærari, og hevur ikki slept dreymunum um sjálvur at fáa fleiri dystir á grønlendska landsliðnum, hóast hann nú býr í Vestmanna, og Vestmanna er jú ikki kend sum fótbóltsbygd.

Hann er fluttur til Vestmanna saman við unnustu síni, Ivana Meincke, ið er hondbóltsspælari, og hevur sáttmála við VÍF.

Fyri grønlendska miðlinum Sermitsiaq sigur Nukannguaq, at hann er til reiðar at spæla, um tørvur er á honum á grønlendska landsliðnum. Hann er tó ikki í dystarvenjing í løtuni. Hann sigur fyri Sermitsiq venur við felagnum 07 Vestur, men hevur ikki spælt dystir síðan hann flutti til Føroya, orsaka av, at leikaraloyvið ikki er komið upp á pláss.

Í vikuni var hann útnevndur til hjálparvenjara hjá Morten Rutkjær, sum er grønlendskur landsliðsvenjari.

Vil hjálpa spælarum til Føroyar
Nukannguaq hevur eitt ynski um, at grønlendskir fótbóltsspælarar í størri mun fara uttanlands at royna seg, og her metir hann, at føroyskur fótbóltur hevði verið ein góð lopfjøl fyri teir.

- Føroyar kunnu vera fyrsta stig á leiðini fyri grønlendskar spælarar, áðrenn teir fara til Danmarkar. Her verður vant dagliga, og eg havi longu samband við fleiri spælarar fyri at greiða teimum frá møguleikunum í Føroyum, sigur Nukannguaq Zeeb við Sermitsiaq.

Morten Rutkjær fer seinni í hesum mánaðinum at taka út fyrsta bruttohóp til grønlendska landsliðið. Eftir at Oyggjaleikirnir komandi summar eru avlýstir, er óvist hvussu verður við landsdystum komandi tíðina, men vónir eru um at kunna spæla tveir dystir komandi ár, um koronastøðan loyvir tí.

Grønland er ikki limur í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa, og luttekur tí ikki javnan í kappingum eins og føroyska landsliðið ger.

Hjálpari í Staðnum
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu boðaði í gjár frá, at Nukannguaq Zeeb júst hevur fingið fyribilsstarv sum hjálparfólk í Staðnum, sum er ungdómshúsið í bygdini. Umframt at vera læraralærdur, er Nukannguaq eisini virkin tónleikari í grønlendska bólkinum Tulleriit. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2020

34 Leygardagur 24. oktober 2020

Barn hekk fast í skrúvu hjá valevni

Tórshavnar kommuna heitir á valevni um at brúka annað tilfar at seta valplakatir fastar við – í dag er fleiri ferðir komið fyri, at onkur hevur verið fastur í teimum

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í høvuðsstaðnum eru valevnini í sving um allan býin at finna bestu plássini at hongja valplakatir upp. Hetta gongur eitt nú serliga útyvir bussskýlini. Men munur er á, hvussu plakatirnar verða festar, og Tórshavnar kommuna heitir nú á valevni um ikki at brúka langar skrúvur.

– Í morgun hekk eitt barn fast í eini skrúvu í Havn og seinnapartin hekk ein kona føst í einum busskýli úti á Argjum. Í báðum førum vóru valplakatirnar gjørdar fastar við longum gjøgnumgangandi skrúvum.  Heitt verður tí á valevni um at taka hesar plakatirnar niðuraftur og at brúka annað at seta tær fastar við, sum ikki er til ampa fyri børn og vaksin, ljóðaði áheitanin frá kommununi fríggjadagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2020