- Ein óbehagiligur órættur at verða settur uttanfyri
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvsmálum arbeiðir víðari við ætlanini um at veita føroyingum sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Jú eg havi stundum kent meg skeivt viðfarnan tá eg havi verið í norðurlendskum selskapi sum føroyskur stjórnarleiðari. Eg havi kent tað mannminkandi, tá løgmaður saman við stjórnarleiðarunum í Grønlandi og Álandi eru settir til viks, og ikki bodnir við til forsætisráðharradøgurðarnar ella á tíðindafundirnar eftir fundin millum stjórnarleiðararnar.
Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og nú landsstýrismaður við ábyrgd av norðurlendska samstarvinum.
Hann hevur nógv gott at bera norðurlendska samstarvinum, men ásannar eisini, at tað eru økir, sum ikki virka, sum tey áttu.
- Skil meg rætt. Tað er ikki tí at eg vildi sleppa at eta enskan búff við hinum statsministarunum, als ikki. Men tað er ikki rætt, at vit, sum annars luttaka á jøvnum føti í næstan øllum politiskum norðurlendskum samstarvi, verða sett uttanfyri tá stjórnarleiðararnir halda tíðindafund til dømis. Hetta er ikki í tráð við andan í norðurlendska samstarvinum.
- Eg havi tosa við Aksel (Johannesen, avloysaran í løgmanssessinum, -red.) um hetta, og hann hevði júst somu kenslu. Hetta er nakað, sum eg fegin vildi ynskt, var broytt.
Limaskapurin á breddan aftur
Kaj Leo Holm Johannesen hevur, sum fyrrverandi løgmaður og nú sum landsstýrismaður við heilsumálum og eisini ábyrgd av norrønum samstarvi annars nógv gott at bera samstarvinum.
- Hini landsstýrisfólkini merkja ikki tann sama mótviljan móti smátjóðunum. Tað er bert á forsætisráðharra- og uttanríkisráðharrastøði, at tað merkist, at vit, sum í norrønum høpi ofta verða kallað ”sjálvstýrandi økir”, verða hildin uttanfyri. Tí tá er tað bara ”statir”, sum tosa saman. Eg skal heilsa og siga, at tað er beinleiðis óbehagiligt at verða biðin um at fara, tá ”tey stóru skulu tosa saman”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur.
Landsstýrismaðurin við norrønum samstarvsmálum hevur tí sett sær fyri at seta føroyska limaskapin í Norðurlandaráðnum á breddan enn einaferð.
Ynskið um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum hevur fleiri ár á baki. Tankin kyknaði við Erlendi Paturson, sum var ein undangongumaður at fáa Føroyar við í norðurlendska samstarvið.
Kaj Leo Holm Johannesen á røðarapallinum í Norðurlandaráðnum (Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)
Álandsskjalið fyri at fáa okkum at tiga
Seinast ynskið var frammi á løgtingi var í 2003, tá eitt samt løgting tók undir við einum uppskoti til samtyktar frá táverandi landsstýrismann við norðurlandamálum, Høgna Hoydal um at søkja um fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
So varð gjørt, og við tingingum aftur og fram, endaði hetta ynski føroyinga í einum skjali, sum norðurlendsku samstarvsráðharrarnir samdust um í Mariehamn í Álandi í 2007, og sum síðan hevur verið rópt Álandsskjalið.
- Jú onkur hevur sagt, at tað var var ein táta fyri at fáa okkum føroyingar at tiga. Álandsskjalið staðfesti, at smátjóðirnar í Norðurlondum fingu atgongd til nakrar nevndir og ráð, men sannleikin er nokk tann, at vit ikki fingu so nógv meira enn tað, sum vit longu høvdu frammanundan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í dag.
Tíggju ár eftir Álandsskjalið var føroyski limaskapurin aftur til viðgerðar í Norðurlandaráðnum. Bæði føroysku ráðslimirnir og Føroya landsstýri løgdu spurningin fyri Norðurlandaráðið.
Greitt var, at undirtøka ikki var í ráðnum, men ístaðin fyri at fella uppskotið, varð málið sent aftur til uppskotsstillararnar og donsku stjórnina við áheitan um at finna eina loysn á til dømis ríkisrættarliga spurninginum, áðrenn vent varð aftur.
Ynskið um limaskap ikki slept
Har hevur málið ligið og er ikki komið víðari. Aktørarnir í norðurlendsku umsitungunum í Keypmannahavn og Tórshavn hava kanska verið meira upptikin av øðrum málum, eitt nú at fyrireika danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020.
Um hetta var afturfyri at lata umsóknina um limaskap fáa frið, verður onki sagt um, men tað eru tey, ið hugsa tankan.
Føroyar fingu jú fingu triðingin av ábyrgdini fyri formansskapinum og eisini triðingin av verkætlanarpengunum, sum fylgja við, 15 milliónir krónur yvir trý ár.
Samstundis, sum Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um henda møguleikan, og sær heilt stórar møguleikar í orkuverkætlanum, sum eru settar í verk – tær eru at hita stóran part av Leirvík upp við sjóhita og byggja ein alibát, sum verður rikin við grønari orku – so er ynskið um sjálvstøðugan norðurlendskan limaskap ikki slept, hóast tað nú situr ein sambandsmaður í landsstýrissessinum, sum umsitur norðurlendska samstarvið.
Men uppskotini frá 2017 um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum verða helst liggjandi har tær liggja í løtuni, viðgongur Kaj Leo Holm Johannesen.
Leggja nýggja strategi
- Tað er helst ikki uttan orsøk, at føroyska ynskið um at gerast fulgyldugur partur í norðurlendska samstarvinum ikki kemur víðari. Tað er tí neyðugt hjá okkum at leggja eina nýggja ætlan fyri hvussu hetta føroyska ynskið kann koma víðari, sigur landsstýrismaðurin.
- Eg havi tí sett mær fyri at fara í gongd við eina tilgongd, ið skal enda við einum uppriti, ið allýsir støðuna hjá Føroyum í norðurlendska samstarvinum. Tað er ein sannroynd, at vit koma ikki víðari við bara at senda eina umsókn til Norðurlandaráðið. Tað er so nógv annað, sum stendur upp á spæl.
- Vit vita hvørji lond stuðla okkum, og hvørji lond hava trupulleika við at ganga okkara ynski á møti. Vit vita, at føroyska ynskið fær fullan stuðul frá íslendingum, og eisini frá Danmark, tí fleiri danskir forsætisráðharrar hava givið okkum lyfti um tað.
- Mín kensla er, at norðmenn ikki eru ímóti at geva okkum fullan limaskap, men avbjóðingin er at sannføra sviar og finnar um hetta.
- Vit skulu tí fara undir eina heilt aðra tilgongd. Tað kann gerast við at miðvíst royna at vísa hinum londunum, at vit veruliga meina tað, tá vit siga at vit ynskja at Føroyar verður sjálvstøðugur partur av norðurlendska samstarvinum.
Helst má Helsingforssáttmáin broytast
- Hetta skal prógvast við at vit fara meira miðvíst í gongd við at arbeiða norðurlendskt. Mín uppgáva verður at fáa øll hini landsstýrisfólkini og ráðini við upp á at arbeiða fyri sama máli. Og so skulu vit kanska fara undir beinleiðis tvílanda samráðingar fyri at sannføra hini um, at tað liggja veruligar ætlanir undir okkara ynskjum.
- Hetta krevur uttan iva, at Helsingforssáttmálin, sum er grundarlagið undir norðurlendska samstarvinum, skal broytast. Men so verður tað ein málsetningur fyri okkum at fáa henda sáttmálan broyttan.
- Kanska krevur tað eisini, at nøkur viðurskifti í ríkisfelagsskapinum skulu allýsast av nýggjum, og so mugu vit taða ta uppgávuna upp eisini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini vísir á, at Helsingfors-sáttmálin hevur tørv á at verða dagførdur í mun til ES-lóggávuna. Tað er ein sannroynd, at fýra av londunum eru ES-limir og tvey eru atknýtt gjøgnum EBS-samstarvið, og at hesi londin alla tíðina eru noydd at taka atlit til, at tey eru bundin at øðrum lóggávuverki.
Rinda okkara part
- Best var um vit beinanvegin kundu sloppið at goldið okkara part av norðurlendska samstarvinum. Tað hevði lætt munandi um okkara máta at arbeitt norðurlendskt.
- Sum nú, er rinda Føroyar og hinar smátjóðirnar ikki sín lutfalsliga part av útreiðslunum av at reka norðurlanda samstarvið. Fyri okkara part hevði tað verið ein upphædd, sum vit saktans høvdu klárað. Tað snýr seg um tvær til tríggjar milliónir krónur.
- Við at rinda okkara part, kundu vit við nógv størri rætti kunna luttikið í samstarvinum sum javnmettur partur, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Vit megna uppgávuna
Men fullur føroyskur limaskapur er nógv meira enn bara at rinda fyri raksturin av umsitingini hjá Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum. Eitt nú at taka sær av formansskapunum.
Kaj Leo er ivaleysur í, at Føroyar høvdu megnað ta uppgávuna, hóast tað eru nógv, ið siga, at vit ikki eiga orkuna til tað.
- Tá Ísland gjørdist limur í norrøna samstarvinum fingu tey hjálp úr Svøríki at byrja við. Tað er ikki óhugsandi, at vit velja at keypa okkum til at fáa nakrar uppgávur loystar at byrja við. Men eg eri sannførdur um, at vit høvdu megnað at tikið okkum av einum formansskapi einsamøll, heldur Kaj Leo Holm Johannessen, og sammetir – sum so ofta fyrr – við ítróttaheimin.
- Hygg hvussu tað var, tá vit skuldu gerast limir í Fifa og Uefa. Nógv hildu tað vera óðamannaverk tá, vísir gamli máverjin á fótbóltslandsliðnum á.
- Vísa at vit meina tað
Kaj Leo Holm Johannesen ásannar, at tað kann vera ein trupulleiki, at hinar báðar smátjóðirnar, Grønland og Áland, ikki eru komnar eins langt og Føroyar í ynskinum um sjálvræði, og tí ikki brenna eins heitt fyri sjálvstøðugum limaskapi.
Men hann heldur ikki, at hetta eigur at støðga okkum í okkara ynski.
- Eg upplivi, at norðurlendskir politikarar og embætisfólk, sum hava vitjað í Føroyum seinastu árini, gerast ovfarin av, tá tey uppliva, at vit veruliga meina tað tá vit siga, at vit ynskja at verða viðurkend sum sjálvstøður partur av Norðurlondum.
- Okkara mál eigur tí at verða, at vit skulu vísa í verki, at vit veruliga meina hetta.
- Tí tað klæðir ikki Norðurlondum øðrumegin at vísa á, at tey hava sum aðalmál at verða heimsins mest integreraða øki í heiminum, og so samstundis nokta okkum, sum annars taka fullan lut í samstarvinum, somu sømdir sum hinar tjóðirnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Koronaráðstevna til várs
Føroyska luttøkan í danska formansskapinum í ár skuldi vera ein partur av hesum arbeiði, at sannføra hini londini um, at Føroyar kunnu vera ein virðiligur samstarvspartnari millum størri tjóðir.
- Vit átóku okkum at skipa fyri 22 fundum í ár. Tíverri vórðu teir flestu fluttir yvir á Teams, og tað kunnu vit iðra okkum um. Eisini hava vit havt aktuellu heilsukreppuna uppi javnan á fundum, t.d. millum heilsumálaráðharrarnar, har vit hava kunnað um, hvat vit hava gjørt. Eisini her hava vit føroyingar kunnað prógva, at vit høvdu tamarhald á støðuni, í summum førum kanska betri tamarhald enn onnur lond høvdu.
- Men árið í ár hevur eisini lært okkum, at í kreppu, so hugsa øll fyrst um at verja seg sjálvi. Eisini tey einstaku Norðurlondini. Árið í ár hevur avdúkað nógv, og lært okkum nógv. Tí fegnist eg um, at hini londini beinanvegin tóku undir við okkara ynski um at halda eina ráðstevnu í Føroym við luttøku av heilsumálaráðharrunum, har korona verður evnið. Ætlandi skuldi henda ráðstevnan vera í Norðurlanahúsinum í november, men hon er nú útsett, vónandi til í vár einaferð.
Henda greinin um við Kaj Leo Holm Johannesen er fimta av fimm greinum, sum Ingi Samuelsen hevur skrivað fyri Føroya Landsstýri í sambandi við at Føroyar eru partur av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Greinin hevur eisini verið prentað í Dimmalætting nr 40, 23. oktober 2020
Fyrsta greinin: Føroyar eiga at taka størri ábyrgd í norrønum samstarvi
Onnur greinin: Tær loysnir vit finna fram til kunnu eisini koma øðrum til góðar
Triðja greinin: Norðurlendski vælviljin mótvegis Føroyum er stórur
Fjórða greinin: Gunn stríðist fyri mentanini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2020