Tónleikavinnan í fríum falli
Koronakreppa: Politiski myndugleikin má gera sær greitt, at savningaravmarkingin – sum verður tikin í størsta álvara nógvastaðni – hevur avleiðingar, sum raka ógvuliga meint
Leygardagur 21. november 2020 | Nr. 6 | Árgangur 1 | Kr. 0,00
Koronakreppa: Politiski myndugleikin má gera sær greitt, at savningaravmarkingin – sum verður tikin í størsta álvara nógvastaðni – hevur avleiðingar, sum raka ógvuliga meint
SíÐa 6
SíÐa 7
SíÐa 10
SíÐa 12
SíÐa 34
SíÐa 35
Góðan lesihug - og gott Vikuskifti
Í dag setir Blaðið Vikuskifti sjóneykuna á hvussu mentanarlívið, serliga tónleikavinnan, er rakt av koronakreppuni.
Og støðan er álvarslig hjá teimum tónleikarum, ið eru so mikið dugnaligir, at teir hava tónleikin sum sín vinnuveg og inntøku til lívsins uppihald.
Vit hava lyndi í hesum tíðum at halda, at tað stendur nøkulunda væl til heima hjá okkum. Vit eru – í løtuni – so at siga smittufrí, og vandi er tí fyri at vit ótilvitað slaka við tilmælinum um frástøðu og reinføri.
Hjá fleiri útflutningsvinnum – ikki øllum – gongur eisini rímiliga væl.
Men tað eru vinnur, ið pínast í løtuni. Ferðavinnan er ein. Tónleikavinnan er ein onnur framgongur í viðgerðini av evninum í blaðnum í dag.
Stóri trupulleikin er, at savningaravmarkingin forðar fyri, at til dømis konsertir kunnu haldast. Sum víst verður á í grein í dag, so ber ikki til at fáa líkinda inntøku til tónleikararnar so leingi hámarkið fyri at savnast ikki er meira enn hundrað. Tað ber snøgt sagt ikki til at fáa nakað at leypa av til tónleikin.
Tí má politiski myndugleikin eisini gera sær greitt, at júst henda tilráðingin – sum verður tikin í stórum álvara nógvastaðni, skulu vit gera okkum greitt – hevur avleiðingar, sum raka meint.
Tað eru ikki bara tey støðini, ið hýsa tónleikinum, sum bløða. Men støðan rakar eisini tey, ið skuldu latið tónleikin. Vilja vit, at tað skulu vera spælistøð at vitja, tá støðan gerst vanlig aftur og tónleikarar at fylla hesi høli við sínum tónum, so má henda vinnan eisini haldast á lívi so leingi – um neyðugt við beinleiðis stuðli.
Í grein í blaðnum í dag verður víst á, at tónleikarar ikki skulu rokna við, at støðan gerst normal aftur fyrr enn í fyrsta lagið í 2022. Tað er long tíð at skula liva uttan líkinda samsýning.
Tað eiga bæði myndugleikar, men eisini vit vanligu brúkarar, at hava í huga og tí ikki taka tilboðini, sum nú verða flutt út á netið fyri givið. Latið okkum gera meira brúk av talgildu mentanartilboðunum og ikki himprast við at rinda tað, tað kostar.
Møguleikararnir at framføra eru næstan horvnir, og tá inntøkur av stroyming eru so lágar, er tilverugrundarlagið undir tónleiki sum livibreyði nærum heilt burtur. Hetta vísir væl kendi tónleikaummælarin, Niels Uni Dam, á
Ikki bert eru tónleikararnir og tónleikavinnan sum heild hart rakt av tiltøkunum, sum eru sett í verk orsakað av koronafarsóttini. Eisini fyri tey, ið arbeiða við avleiddum virksemi, er støðan álvarslig. Her verður hugsað um tey, sum skipa fyri tónleikatiltøkum sum festivalum, spælistøð, ljóð- og ljósfólk og enntá tey, ið marknaðarføra hetta virksemið.
- Seinastu 10-15 árini hava vit sæð eina sera stóra menning av ljóðveitingum, har feløg sum eitt nú Ljóðtøkni, Steingrund Akkustik og AV Lux hava gjørt stórar íløgur og sett gott fólk við, sum hevur givið føroysku tónleikarunum tað ljóðið, tey hava uppiborið, sigur Niels Uni Dam, tónleikaummælari og eigari av fyritøkuni, Nudlavirkið, ið seinnu árini hevur tikið sær nógv av marknaðarføring av tónleiki og tónleikatiltøkum.
Hann vísir á, at hesi feløgini eru sera hart rakt, hóast summi hava onnur bein at standa á, og í ávísan mun hava kunnað tillagað seg við at takast við líknandi virksemi. Eitt nú stroyming og tað, sum hartil hoyrir.
- Vandi er fyri, at hesin partur av vinnuni verður lagdur í skeljasorð, og tað tekur nógv ár at byggja upp aftur, tó at fyriskipan av konsertum so smátt er farin at vísa seg aftur seinastu mánaðarnar. Størsti trupulleikin er tó mótviljin frá myndugleikunum um at vera ein viðleikari, heldur enn mótleikari. Tað tykist, sum um man frá politiskari síðu als ikki hevur áhuga í, at tónleikavinnan skal hóra undan. Í øllum førum er einki, ið bendir á, at myndugleikararnir skilja álvaran, sigur Niels Uni Dam.
Hann heldur, at eitt dømi, sum er sera sigandi fyri jánkasligu støðuna hjá myndugleikunum, er reglugerðin um, at tú einans má loyva 100 fólkum til eina konsert.
- Vit hava nógv støð, har tú kanst hava fleiri hundrað fólk savnaði í tryggari frástøðu. Men talið 100, sum bleiv ásett í mai, er vorið eitt mantra, óansæð um talan er um eina stóra høll ella eitt lítið spælistað. Loyvdi tú eitt nú 400 fólkum inn, har umstøðurnar loyvdu tí, so kundi rakstur aftur fingist í tónleikin. Tað ber snøgt sagt ikki til við 100 fólkum. Ein loysn, ið mælt verður til, er at býta áhoyrarnar upp í økir við 100 fólkum í hvørjari við egnari inngongd, barr og egnum toilettum. Hetta krevur so ómetaliga nógv fleiri starvsfólk, at tað rætt og slætt ikki ber til, vísir Niels Uni Dam á.
Pallur og tilverugrundarlag burtur
Niels Uni Dam saknar, at Mentamáláráðið gevst at virka sum læknaligur myndugleiki og ístaðin tekur sær av mentanini. Tað vil siga skapar loysnir, ið taka støði í, at teirra øki er mentan og ikki smittufyribyrging.
Loysnirnar, ið gjørdar verða, tykjast ikki at taka støði í, at útinnandi mentanin skal yvirliva.
Sambært Niels Una Dam eru tað serliga tónleikararnir, ið so at siga bert liva av tónleiki, ógvuliga hart sperdir í løtuni.
- Vit hava seinnu árini sæð, at alt fleiri fólk hava valt rútmiskan tónleikin sum vinnuveg. Eitt nú hava Teitur, Eivør, Janus Rasmussen, Greta Svabo Bech, Týr og Ólavur Jákupsson gingið undan uttan fyri Føroyar. Eisini hava onnur sum til dømis Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir, Sakaris Emil Joensen og Janus Wiberg Mortensen sett sær fyri at liva av tónleiki. Umframt hesi eru fleiri tónleikarar, ið liva av at spæla við hesum einstaklingum og bólkum. Nógv av teimum hava mist tilverugrundarlagið fyri sínum yrki, sigur Niels Uni Dam.
Hann vísir somuleiðis á, at vit eisini hava eina rúgvu av tónleikarum, ið meira ella minni liva av at spæla í Føroyum. Til dømis Signar í Homrum, Kim Hansen, Ólavur á Váli og Eyðun Nolsøe, bara fyri at nevna nøkur dømi. Teirra pallur er eisini í stóran mun horvin.
- Eg havi sjálvur ein son, ið hevur valt tónleikin sum yrkisleið og hevði stórar ætlanir, nógvar bókingar og enn tá góð sambond uttanlands. Hansara inntøkur hvurvu eftir einum degi. Hann er enn ungur, býr heima og hevur ikki tær stóru útreiðslurnar, men nógv av hinum omanfyri nevndu hava bæði húsalán, billán og familju, ið tey skulu forsyrgja, sigur Niels Uni Dam.
Spurdur um, hvørjar avleiðingar hetta havt fyri tónleikavinnuna og tónleikararnar, bæði vinnuliga og persónliga, sigur Niels Uni Dam.
- Bæði altjóða og lokalt er vinnan drenað fyri pening, og hetta fær eitt nú spælistøð um allan heim at lata aftur, meðan nógv fólk, sum starvast í vinnuni, finna aðrar vinnuvegir. Verandi støða er ótrúliga hørð fyri nógv av hesum fólkum, ið hava brúkt nógv ár at byggja upp førleikar og vinna sær eitt pláss á marknaðinum.
Møguliga bumbað langt aftur í tíð
Niels Uni Dam heldur tað hinvegin vera torført at spáa um, hvørjar langtíðaravleiðingarnar av íkomnu støðuni fara at vera.
- Í løtuni er trupult at ímynda sær, at vit aftur fáa tætt pakkaðar konsertir og festivalar. Eisini er torført at meta um, hvussu nógv spælistøð lata uppaftur, og hvussu nógv, ið hava havt tónleikin sum yrkisleið, velja ikki at venda aftur til hetta yrkið? Og so er tað sjálvandi fyriskiparar, ljóð- og ljósfeløgini og onnur, í hvussu stóran mun tey fara at hóra undan? Spurningurin er, um menningin av hesum avleidda partinum verður bumbað 20 ár aftur í tíðina, sigur Niels Uni Dam.
Tað er ikki nógv jaligt at siga um tað, sum er komið burtur úr koronakreppuni, men okkurt er tó, heldur Niels Uni Dam.
- Stroyming er vorðin nógv meira vanlig, og vit eru byrjað at taka tað til okkum sum áskoðarar og áhoyrarar. Hetta letur upp fyri onkrum møguleikum. Til dømis tá Eivør herfyri valdi at gera eina væl framleidda framførslu í Norðurlandahúsinum og seldi hana á netinum gjøgnum ein altjóða veitara av tónleikastroyming, sigur Niels Uni Dam.
Hin avleiðingin er, at sera nógvur tónleikur verður skrivaður og innspældur, tí fokus er farið frá liveframførslum til upptøkur.
- Veruleikin er tó, at hetta ikki kann halda fram, um fíggingin til innspælingar, sum eru konsertir og framførslur annars, ikki er til staðar, vísir Niels Uni Dam at enda á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Vanliga spælir hann eini 150 konsertir uttanlands um árið, men síðani koronakreppan breyt út í mars, er tað einans vorið til eina einastu konsert, sum var í Týsklandi. Sum flestu aðrir tónleikarar er Mikael Blak hart raktur av kreppuni, har nærum øll inntøka fyribils er horvin
Størsti parturin av arbeiðsplássinum hjá Mikael Blak – sum eru konsertpallar kring Norðurevropa – hvarv eftir einum degi, tá koronakreppan breyt út mars.
- Fyri okkum tónleikarar er tað soleiðis, at inntøkurnar hjá okkum mest stava frá livekonsertum, og tær eru somuleiðis føðiketan til restina av okkara virksemi, sum eru studioframleiðsur og útgávur. Uttan konsertir, lítil og eingin fløgusøla, og uttan útgávur minkandi kodapeningur og aðrar avleiddar inntøkur, sigur Mikael Blak, og vísir á, at hann vanliga spælir til eini 150 konsertir uttanlands um árið.
Síðani korona tók seg upp á okkara leiðum fyrst í mars mánaði, eru allar uttan ein konsert uttanlands, sum hann var partur av, avlýstar.
- Tað hevur verið ein øgiligur inntøkumissur hesa tíðina. Konsertinntøkurnar eru grundarlagið undir nærum øllum hinum, sum vit gera. Tá tú hevur framleitt og fer út við eini útgávu, so krevur tað, at tú sleppu út at spæla tað fyri áhoyrarum, um teir skuldu taka løgini og sangirnar til sín. Somuleiðis fyri at vinna tað innaftur, sum tað hevur kostað, eins og spara upp til at skriva, framleiða og geva ta næstu útgávuna út. Gongd má haldast gongd í øllum hjólunum, um tað skal bera til, sigur Mikael Blak.
Koyra upp á stumparnar
Liveparturin er rætt og slætt grundarlagið undir øllum hinum. Eisini tí kreativa, tí uttan pengar og íløgur ber ikki til at gjøgnumføra størri verkætlanir, sum eru kostnaðarmiklar at fara undir. Tær kunnu saktans upp í eini tvey ár, har tað kanska er lítil og eingin leypandi inntøka frá øðrum virksemi.
- Um einki verður gjørt skjótt við at stuðla vinnunu, sum koyrir upp á stumparnar nú, fer hetta at merkjast langa tíð framyvir. Umframt at fáa tær týdningarmiklu konsertinntøkurnar, so minka kodainntøkurnar í stórum, tí talið av konsertum, ið eisini útloysir kodapening, er tódnað burtur í einki.
Tónleikavinnan er ikki heilt steðgað upp enn, men hon fer at gera tað, um einki verður gjørt, sigur Mikael Blak.
Hann vísir á, at hóast hjálparpakkar eru gjørdir, hava teir hjálpt alt ov fáum listarfólkum. Tí er brúk fyri at fáa fleiri pakkar í umferð.
- Vit tónleikarar og tónleikavinna eru framvegis í djúpari kreppu. Serliga tí, at liveparturin er horvin. At tað í sambandi við tær fáu konsertirnar, sum verð hildnar, bert kunnu loyvast 70-100 fólkum inn, ger støðuna uppaftur verri. Slíkar konsertir hanga als ikki saman fíggjarliga. Eitt er, at vit ikki sleppa á konsertferðir uttanlands, men tá so heimamarknaður eisini verður skryktur undan okkum, so sigur tað seg sjálvt, at vit ongan livandi møguleika hava at fáa nakað, sum líkist eini inntøku, sigur Mikael Blak.
Føðiketan er kutað av
Vanliga hevur bassgittar-, kontrabass- og keypboardsnillingurin, sum eisini skrivar og framleiðir tónleik, fullan álmanakka við konsertbókingum minst eitt ár fram, men í løtuni stendur alt 2021 so at siga skralltómt.
- Har eg fyrr havi kunnað brúkt mína orku og mínar førleikar til tónleikin og eitt sindur av umsiting, so má eg nú brúka minst líka nógv tíð ella meira til at skaffa mær uppgávur, planleggja og annars umsita tað, sum eg fáist við.
Talan er um eina støðu sum onkursvegna er ein deyðsspiralur. Tey, sum vit spæla fyri, fáa heldur ongar inntøkur, og tí kunnu tey heldur ikki hýra meg. Føðiketan verður rætt og slætt kutað av fyri øll, tá vit ikki kunnu upptraðka.
- Eisini er ógvuliga torført at planleggja langt fram í tíðina. Tá hjólini eru steðgað, sum tey næstan eru, skal alt byrjast av nýggjum, og hvør er tá eftir á bananum av teimum, sum tú hevur samstarvað við. Ótryggleikin er so stórur at planleggja størri konsertir, at bookingagentar og fyrireikarar illa fara at tora at taka stórar váðar á seg, sum teir stóru festivalarnir og konsertirnar krevja. Eg vænt ikki, at vit fara at síggja nakað, sum líkist eini normalari støðu aftur, fyrr enn vit koma út í seinna helmingi av 2021, sigur Mikael Blak.
Netframførslur bert ein neyðloysn
Nógv síggja tað sum jaligt, at vit hava fingið meira tónleik yvir netið, men tað er Mikael Blak ikki heilt samdur í.
- Eg haldi, tað er meira ein neyðloysn enn nakað annað. Av tí, at vit liggja so fjarskotin, so er hetta heldur ikki nakað nýtt fyri okkum føroyingar at uppliva og arbeiða við tónleiki á netinum. Hetta hevur í langa tíð verið ein fortreyt fyri okkum. Eg haldi ikki, tað er jaligt, at vit sum føroyingar eisini skulu noyðast at síggja okkara egnu frá sofuni umvegis sjónvarp og netið, í staðin fyri at uppliva tónleikin live á konsertum, sigur Mikael Blak.
Mikael Blak heldur ikki, at ALS er loysnin á at hava tónleikarunum og tónleikavinnuni koyrandi. Hann gongur meira inn fyri, at tað verður gjørd ein sonevnd aktivitetspulja, ið fer til verkætlanir, so sum konsertir og innspælingar.
- Á tann hátt fingur vit aftur gongd á tónleikatiltøkini, har tónleikarar og øll tann avleidda vinnan við pall-, ljóð- og ljósútgerð eisini kundi komið í gongd aftur, so øll vinnan aftur slapp í sving. Hitt við at rinda út frá ALS sum løn fyri einki at gera, skapar ikki nakað. Tað ræður um at fáa alla tónleikavinnuna í gongd aftur. Ikki bara rinda út við kassa eitt og einki virksemi fáa skapt burtur úr tí, sigur Mikael Blak.
Mikael Blak spælir millum annað saman við Eivør, Marius Ziska, Son of Fortune, 200 og Yggdrasil, eins og hann javnan hevur uppgávur fyri útlendskar tónleikarar og tónleikabólkar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Sambært stjóranum í Faroe Islands Music Export, Fred Ruddick, hevur føroysk tónleikavinna mist meira enn helmingin av sínum inntøkum undir kororakreppuni. Hann væntar ikki, at verulig vend aftur kemur í vinnuna fyrr enn á sumri 2022
Vit hava vent okkum til stjóran í Faroe Islands Music Export, FMX, Fred Ruddick, og spurt hann um støðuna í tónleikavinnuni í kjalarvørrinum av koronakreppuni, har føroyskir tónleikarar og tónleikabólkar stórt sæð hava verið avskornir frá at upptraðka á størri pallum. Bæði í Føroyum og uttanlands.
Fred Ruddick metir, at tapið av inntøkum er omanfyri helmingin av tí, sum tað hevði verið, um árið var eitt vanligt ár.
- Vandi er fyri, at fyritøkur í tónleikavinnuni fara á heysin, og at starvsfólk missa sítt arbeiði ella longu hava gjørt tað. Eg meti, at eitt miðal føroyskt listafólk hevur mist yvir 50 prosent av inntøku síni í ár og kanska meira enn tað. Stór og dýr útgerð stendur óbrúkt, og hetta kostar sjálvandi mistar inntøkur hjá teimum, sum hava gjørt hesar íløgur, sigur Fred Ruddick.
Hann vísir á, at bæði menniskju og tónleikarliga mentan okkara líður nógv undir verandi støðu. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til við at umrøða tað gjølla og finna loysnir.
- Myndin sær alt annað enn gott út, og tónleikurin má stuðlast, tá slíkt hendir. Saman eru vit noydd at finna loysnir, ið kunnu fáa okkum burtur úr hættisligu støðuna, sum vit í løtuni eru í, sigur stjórin í FMX.
Kreppan longri enn væntað
Fred Ruddick staðfestir, at føroysk listafólk og tey, sum skapa tónleikin og øll tey, sum eru kring hesa vinnuna, hava mist meginpartin av sínum inntøkugrundarlagi. Tey evna tí illa at gera íløgur í framtíðarskapan av tónleiki og tónleikaverkætlanum. Hann væntar ikki, at fortreytirnar fyri veruliga at koma upp undan aftur vera til staðar fyrr enn frá sumri 2022. Við øðrum orðum um minst hálvtannað ár.
- Hetta fer at ávirka okkum langt fram í tíðina og longur enn vit halda. Tí mugu hesi kreativu fólkini stuðlast, so stígur ikki kemur í menningina av føroyskum tónleiki. Vit mugu lurta eftir tónleikarum og teimum fyritøkum í tónleikavinnuni, sum eru harðast raktar. Tað snýr seg um yvirliving hjá teimum professionellu í tónleikavinnuni, sigur Fred Ruddick.
Við stóra fíggjarliga missinum og teimum møguleikum, ið stóðu fyri framman, men sum so brádliga fóru fyri bakka longu tíðliga í árinum, eru tíðirnar óvanliga avbjóðandi fyri tónleikavinnuna.
- Tað verður ikki bert 2020, sum verður ávirkað, men hugurin at gera íløgur í tónleikavinnuna verður ávirkaður í nógv ár framyvir, sigur Fred Ruddick, stjóri í Faroe Islands Music Export, FMX.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Støðan eftir, at koronafarsóttin tók seg upp í vár, er heldur ikki farin stillisliga framvið í klassiska tónleikaheiminum. Úrslitið er, at nógvar konsertir og onnur tónleikatiltøk eru avlýst. Tey størru orkestrini kunnu bert spæla fyri hálvfullum hølum ella minni enn tað, eins og avmarkingarnar eru nógvar, tá ræður um tónleikavitjanir uttanlands og vitjanir hendanvegin
Desember mánaði er sjálvandi tann mánaðurin í árinum, har tær mongu klassisku jólakonsertir eru at hoyra.
Soleiðis er eisini í ár, men longur enn tað heldur tann samanberingin ikki, tí við herjandi koronufarsóttini er alt broytt.
Vit hava spurt klassiska gittarsnillingin, Ólav Jakobsen, hvussu støðan er hjá teimum, nú korona hevur sett fót fyri so nógvum almennum tiltøkum. Hetta orsakað av frástøðuni, sum vit øll mugu halda, eins og avmarkaða talinum av fólki, sum kunnu savnast á einum og sama staði.
- Hetta hevur havt sera stóra ávirkan á okkara arbeiðslív og harvið eisini okkara inntøkumøguleikar. Í Føroyum var ein skái í juni-juli, har til bar at spæla konsertir nærum sum vanligt, men longu í august var aftur galið. Støðan er framvegis óviss, og tí verður lítið og einki sett í verk, sigur Ólavur Jakobsen.
Vit nærkast desember, har jólatiltøkini koma fyri, men í ár verður alt øðrvísi. Eisini tá ræður um klassiskar framførslur.
- Nakrar jólakonsertir verða, men tað kann á ongan hátt samanberast við árini frammanundan. Flestu klassisku tónleikarar, sum eru búsitandi í Føroyum, hava eisini starv í musikkskúlaskipanini. Hetta hevur so verið fíggjarliga grundarlagið, men eisini har eru nógvar broytingar í konsertvirksemi og undirvísing, sigur
Ólavur Jakobsen, sum sjálvur eisini er musikkskúlalærari.
Nærum øll rakt av inntøkumissi
Ólavur Jakobsen vísir á, at flest allir klassiskir tónleikarar hava havt stóran inntøkumiss, hóast nøkur komu undir hjálparpakkar, men har steðgaðu útgjaldingarnar longu í august.
- Ein tónleikari ella klassiskur sangari hevur bert nøkur fá ár at vinna sær lívsinntøkuna. Um viðkomandi verður raktur av onkrum, meðan talentið stendur í blóma, kann tað fáa stóra ávirkan seinni í lívinum. Ja, tað kann beinleiðis steðga eini lovandi karrieru. Sum tónleikarar eru vit settir í heimin at framføra fyri fólki, og
sleppa vit ikki tað, ja, so fær hetta sjálvandi stóra ávirkan á okkara tilveru, sigur Ólavur Jakobsen.
Upp á spurningin um, hvørjar langtíðaravleiðingar íkomna støðan møguliga fer at fáa á tónleikavinnuna, svarar Ólavur Jakobsen, at hetta longu sæst týðiliga. Nógvir festivalar, orkestur og felagskapir, ið skipa fyri konsertum uttanlands, eru longu givin ella farin av knóranum.
- Tað er ivasamt, hvussu nógv annað kemur ístaðin, tí alt fer ikki at koma aftur. Eg ivist tí ikki í, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á framtíðina hjá okkum, sigur Ólavur Jakobsen.
Hann heldur, at avbyrgingin hjá einum klassiskum yrkistónleikara her heima er ein stórur trupulleiki.
- Ferðingin uttanlands og samstarvið við útlendingar, sum vitja í Føroyum, hevur altíð verið ein kærkomin møguleiki at halda seg listarliga dagførdan. Eisini peningaliga er tað týdningarmikið fyri hvønn einstakan at hava møguleika at sleppa uttanlands at spæla, tí samsýningarnar aðrastaðni eru nógv hægri enn í Føroyum.
Mest av øllum er tað tó manglandi sambandið við áhoyrarnar, ið ávirkar okkum mest. Tónleikarar eru í stóran mun vanir við eina ostaklokkutilveru, har nógv verður vant og fyrireikað heima við hús. Men vit mugu eisini hava ein móttakara, tá úrslitið fer av bakkastokki og skal framførast, sigur Ólavur Jakobsen.
(Mynd: Sverri Egholm)
Trupult at leggja ætlanir
Skal nakað jaligt sigast um hetta tíðarskeiðið undir koronufarsóttini, so heldur Ólavur Jakobsen tað fyri sítt viðkomandi vera, at hann hevur havt tíð at venja ymiskt, sum hevur ligið á láni.
- Somuleiðis havi eg kunnað fordjúpað meg í ymsum, sum eg leingi havi havt hug, men ikki stundir til. Eisini havi eg havt yvirskot at tikið stig til framleiðslu av eini sjónvarpssending og onnur tiltøk við Aldubáruni. Tað hevði ikki verið pláss fyri, um eg var úti og spældi. Somuleiðis eru gjørdar upptøkur, ið fara at verða vístar komandi ár.
Sambært Ólavi Jakobsen er sum heild trupult at leggja til rættis tað, sum skal henda í 2021. Fleiri konsertferðir uttanlands eru í umbúna, men tað er bæði trupult og løgið at leggja ætlanir, tá tað allatíðina liggur í bakhøvdinum, at hesar møguliga kortini ikki gerast til veruleika.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Júst komnir til Rotterdam í Hollandi fáa limirnir í Joe & The Shitboys at vita, at tann einasta ikki avlýsta, útlendska konsertin í ár, sum skuldi vera um vikuskiftið nakrar dagar eftir komudagin, kortini varð avlýst fyri nøsini á teimum. Orsøkin var koronasmittan, ið tá var komin buldrandi úr Kina, og sum fekk stjórnirnar í teimum evropeisku londunum – eina fyri og aðra eftir – at seta tiltøk í verk móti smittuni
Sum so mangar aðrar bólkar rakti koronafarsóttin tónleikabólkin Joe & The Shitboys ógvuliga hart, tá hon breyt út um okkara leiðir í mars. Teir høvdu givið út eina fløgu, sum fekk sera góða móttøku, høvdu vunnið FMA sum bólkur, og vóru millum annað bjóðaðir til Rotterdam í Hollandi at halda konsert á Left of the Dial, men ak. Longu dagin eftir komudagin fingu teir at vita, at konsertin hjá teimum, sum skuldi vera um vikuskiftið, var avlýst.
Hvat var so at gera? Jú, ein liveframførsla á Yotube var stáplað upp á beinini, har oddamaðurin í føroyska bólkinum, Fríði Djurhuus, slapp at vera vertur.
- Hóast tað var keðiligt, at vit ikki sluppu at spæla konsertina, so fingu vit kortini okkurt burturúr. Eisini tóku vit upp eina EP, so heilt miseydnað var ferðin til Hollands tíbetur ikki, sigur Fríði Djurhuus, forsangari í Joe The Shitboys.
Hóast bólkurin ikki var stovnaður fyrr enn í 2018, so hava teir longu fingið tveir manegers og ein bookingagent í Skotlandi. Manegementið hjá bólkinum arbeiðir fyri The Zeitgeist Agency, ið eisini arbeiða við so stórum aktørum sum Ford, Amazon og Lego.
Konsertferð í Bretlandi
Gongur alt sum ætlað, og bilbukt er fingin við koronafarsóttini, so fara Joe & The Shitboys í apríl næsta ár á eina planlagda konsertferð í Stórabretlandi, har punkbólkurin hevur fingið framúr góð ummælir.
Bólkurin Joe & The Shitboys, har forsangarin er 26 ár og hinir tríggir 28 ára gamlir, hevði frá fyrsta degi av stórar ætlanir, og tí kom koronafarsóttin illa við, eins og hjá so nógvum tónleikarum og tónleikabólkum. Ikki minst hava teir mist eina rúgvu av inntøkum, sum annars vóru komnar inn, um teir ótarnarðir høvdu sloppið at hildið fram við at upptraðka.
- Hóast vit hava stórar ætlanir við okkara tónleiki og bólki, so eru vit nakrir vanligir ungir menn, sum allir skulu arbeiða fyri at svara hvørjum sítt. Tað gjørdist tó ikki nógv í okkara part úr teimum hjálparpakkum, sum komu. Bert ein okkara leyk treytirnar fyri útgjaldi og fekk eina minni upphædd útgoldna, sigur Fríði Djurhuus.
Limirnir í bólkinum hava tí sjálvir verið noyddir at spýta tað í, sum skuldi til fyri at halda tónleikavirkseminum koyrandi.
- Um vit høvdu sloppið at spælt, høvdu vit kunnað fíggjað virksemið hjá bólkinum við inntøkum frá konsertum, men tað hevur tíverri ikki verið møguligt. Tí hava vit hvør sær sjálvir verið noyddir at punga út fyri at kunna halda fram við bólkinum, sigur Fríði Djurhuus.
Nógv fara at detta niðurímillum
Oddamaðurin í Joe & The Shitboys væntar, at tónleikavinnan fer at síggja munandi øðrvísi út, tá hon einaferð letur uppaftur.
- Kappingin er hørð í tónleikavinnuni, og verandi støða hevur lagt fót fyri nógv, sum høvdu vind í seglunum, áðrenn farsóttin breyt út. Tað ræður um ikki at detta niðurímillum, so onkur annar tekur plássið hjá tær. Nógv spælistøð verða helst noydd at lata aftur, og eg vænti, at tónleikavinnan fer at síggja rættiliga nógv
øðrvísi út, tá alt hevur lagt seg aftur. Hinvegin verður hetta helst gott fyri lurtaran, tí tey sum hava brúkt tíðina væl, ið eg haldi vit hava, hava framleitt nógv gott tilfar niðurfyri, sum vónandi skjótt kemur út. Eg ivist ikki í, at hetta við at framføra online og upptraðka á sosialu miðlunum fer at halda fram og vera nógv sterkari og betri, enn tað var frammanundan, sigur Fríði Djurhuus.
Umframt søldfirðingin, Fríða Djurhuus, eru hinir tríggir í Joe & The Shitboys, Sigmund Zachariassen, Jónsvein Mikkelsen og Sjúrður Samuelsen, sum allir eru úr Hoyvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Støðan er ikki góð fyri tær fyritøkur, sum liva av at leiga út tøkniliga útgerð til konsertir og onnur tiltøk. Sambært Johannes P. Steingrund, eigara Steingrund Akustik, hevur fyritøka hansara tvey bein eftir at standa á, eftir at tað eina er brotnað. Sostatt er fyritøkan ikki í vanda fyri at missa fótafestið undir hesi torføru tíðini, sum vit í løtuni liva í
Støðan í tónleikavinnuni er ikki góð. Heldur ikki hjá hjá teimum, sum leiga út útgerð til tónleikatiltøk og onnur størri tiltøk, har brúk er fyri tøkniligari útgerð.
- Vit merkja tað sera væl á tí partinum, sum hevur við útleiging av útgerð og miksing í tí sambandi at gera, har eftirspurningurin er minkaður sera nógv, sigur Johannes P. Steingrund, ið eigur fyritøkuna, Steingrund Akustik, sum liggur í Runavík.
Hann vísir á, at støðan er alt annað enn góð, men at fyritøka hansara tíbetur hevur tvey bein eftir at standa á. Tey eru ráðgeving til byggivinnuna, og søla og innlegging av tí, sum fyritøkan selir, og á tí økinum har sær betri út. Og so er bert at vóna, at hesi øki ikki fáa stóra niðurgongd, sum tíðin gongur.
Hvat viðvíkur avleiðingum fyri tónleikavinnuna og útlitunum fyri hansara fyritøku, sigur Johannes P. Steingrund.
- Fyri tónleikavinnuna sum heild veit eg ikki, men vit royna at stýra virkseminum móti øðrum møguleikum og halda aftur við nýggjum íløgum í útleigingsútgerð, sigur eigarin av Steingrund Akustik.
Vandi fyri húsagangi
Johannes P. Steingrund sigur, at um støðan ikki skjótt verður normal aftur, so kann tað vera, at útleigufyritøkurnar hava funnið okkurt betri at gera, sum gevur tryggari inntøkur.
- Kanska onkur gevst ella í ringasta føri fer á húsagang. Ella at starvsfólkini í hesi vinnuni mugu finna sær annað gera, og so kanska ikki hava hug at koma aftur í hesa vinnuna, sigur Johannes P. Steingrund. Hann vísir á, at tað eru nógv arbeiðir, sum eru meira hugalig at fáast við, har tú sleppur undan skeivum árbeiðstðíðum í vikuskiftum og á náttartíð annars.
Størsti ótryggleikin í vinnuni er, at ætlað tiltøk brádliga verða avlýst, um smittan veksur, og strangari tiltøk aftur verða sett í verk.
Skal nakað jaligt sigast um støðuna, so er tað sambært eigaranum av Steingrund Akustik, sum umframt hann sjálvan, hevur fimm onnur fólk í starvi, at standa fyri fleiri sjónvarpsframleiðslum og stroymingum, har tikið verður upp og klipt ella sent beinleiðis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Støðan er alt annað enn góð. Størsti trupulleiki hjá bæði okkum tónleikarum, spælistøðum, festivalum, bókingarfeløgum, ljóðtøkningum og øllum teimum, sum liva av undirhaldsvinnuni, eru mistu inntøkurnar, sigur Guðrið Hansdóttir, sangarinna og tónleikari
Koronafarsóttin hevur rakt tónleikavinnuna beint frammaná. Inntøkurnar eru horvnar, og nógv færri tónleikaútgávur koma eisini út nú, tí tónleikarar og plátufeløg velja at bíða við útgávum, til tónleikavinnan letur upp aftur.
- Tey, sum royna at liva av tónleiki, hava tað sera trupult í løtuni. Fyri mítt viðkomandi hevur tó ikki verið so galið, tí hjálparpakkar skjótt vóru settir í gildi, tá korona herjaði í vár. Eg fekk tá pening úr ALS í nakrar mánaðar, og tað kom sera væl við. Just nú fái eg starvsløn úr Mentanargrunni Landsins, so persónliga kann
eg ikki klaga, sigur Guðrið Hansdóttir, sangarinna og tónleikari.
Hon vísir á, at tað eisini hava verið fleiri konsertir í Føroyum seinastu tíðina, umframt at tað vera nógv tónleikatiltøk fram til jóla, og hetta hjálpir upp á inntøkuna hjá tónleikarum herheima.
Guðrið Hansdóttir óttast tó langtíðaravleiðingarnar av koronafarsóttini fyri tónleikavinnuna og tónleikararnar.
- Mistu inntøkurnar eru stórsti trupuleikin hjá okkum tónleikarum beint nú. Harafturat er tað eitt stórt vónbrot, at so nógvar konsertir og tiltøk, sum ein skuldi vera við til, eru avlýst. Tá ræður um langtíðaravleiðingar, er lætt at ímynda sær, at tað fer at taka langa tíð hjá vinnuni at fóta sær eftir eina tílíka kreppu. Helst verða tað eisini spælistøð og festivalar, sum geva upp og noyðast at lata aftur. Fyri at mótvirka hesum er tað alt avgerandi, at landið setir fleiri hjálparpakkar í verk, so tónleikavinnan nøkulunda kann yvirliva, sigur Guðrið Hansdóttir.
Avlýsingar størsti skaðin
Tað mest oyðileggjandi, sum er komið burtur úr koronakreppuni, tá ræður um tónleikavinnuna og tónleikararnar, eru allar avlýstar konsertir, tónleikaferðir og arbeiðsloysi.
- Her hugsi eg serliga um teir tónleikarar, sum góðu fantastikar útgávur út fyrr í ár, og sum ikki fingu hildið útgávukonsertir og farið á tónleikaferðir, tí alt var avlýst. Eisini hevur tað verið eitt stórt vónbrot hjá nógvum tónleikarum, sum hava arbeitt so hart og veruliga stóðu á gáttuni til stór gjøgnumbrot, men har alt síðani fór í vaskið.
Guðrið Hansdóttir sigur tó, at reint persónliga hevur koronakreppan ikki ávirkað hana so nógv enn, tí hon tilvildarliga hevði ætlanir um at spæla so lítið sum møguligt júst í hesum árinum.
- Eg skuldi brúka alla mína orku upp á at gera tónleik, so á tann hátt eri eg heppin. Í løtuni skrivi og tilrættisleggi eg løg til mína komandi útgávu, sum kemur út í næsta ár. Enn vita vit tó einki um, hvussu komandi ár fer at síggja út, og líka so óvist er, um festivalar og annað vera á skránni.
Virðisseta tónleikin hægri
Spurd um nakað jaligt er komið burtur úr viðvíkjandi háttinum at framføra tónleik undir koronakreppuni, sigur Guðrið Hansdóttir.
- Ja, avgjørt. Fólk eru veruliga farin at meta livandi tónleik hægri og eru ótrúliga glað fyri at hoyra tónleik aftur, og tað merkja vit, sum framføra. Eisini eru stoymdu konsertirnar væl umtóktar. Nú situr tú heima og fær livandi tónleik sendan beint heim til tín sjálvan.
Guðrið Hansdóttir vísir á eitt gott dømi um ein nýggjan hátt at luttaka í einum festivali á.
- Showcasefestivalurin Iceland Airwaves átti at verið síðsta vikuskifti, men var sjálvandi avlýstur orsakað av koronafarsóttini. Í staðin fyri skipaðu tey fyri fleiri stroymdum konsertum við teimum stórstu íslendsku nøvnunum, har tú kundi keypa atgongumerki til konsertirnar og fekk tónleikin heim í stovuna. Hetta riggaði sera væl og átti at verið nakað, sum føroysku festivalarnir burdu roynt, sigur Guðrið Hansdóttir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Eg livi av at spæla tónleik, og seinast eg hugdi, hevði eg 74 krónur eftir á kontuni. Vænti tí ikki, at eg eri so væl sæddur hjá mínum kundaráðgeva og bankanum yvirhøvur, er speiskliga viðmerkingin hjá Kim Hansen um støðuna hjá sær sum tónleikara undir koronakreppuni
Saman við ferðavinnuni er tað uttan iva undirhaldsvinnan – herundir tónleikavinnan – sum hevur tað eina harðast undir koronakreppuni.
- Eg kann ikki svara fyri øll, hvussu støðan er í tónleikavinnuni. Tað góða er, at rættiliga nógv fólk í Føroyum spæla tónleik aftan á arbeiðstíð og hava tað sum hugna, eins og summi spæla fótbólt ella fara út í okkara vøkru náttúru við einari sleingitráðu at fiska. Hjá okkum sum liva av tónleiki, og tað eru meira enn nøkur fá í
dag, hava vit tað ikki serliga gott í hesum døgum. Tónleikavinnan er jú meira enn tónleikarin sjálvur. Har eru umframt konsertstøð og fyriskiparar, eitt nú fyritøkur sum leiga út backline, ið er ljóðútgerð, ljósútgerð og ljóðføri. Hesar fyritøkur munnu eisini skríða í skræðuni, rokni eg við.
Soleiðis greiðir væl umtókti fulltíðartónleikari igjøgnum nógv ár, Kim Hansen, frá, um støðuna undir koronakreppuni.
- Eg livi av at spæla tónleik, og seinast eg hugdi, átti eg 74 krónur eftir á kontuni. Eg vænti sostatt ikki, at eg eri so væl umtóktur hjá mínum kundaráðgeva og bankanum yvirhøvur, tekur hann sjálvspeiskliga til, tá vit spyrja hann um fíggjarliga standin hjá sær í løtuni.
Kim Hansen lýsir annars støðuna og avleiðingarnar hjá sær og sínum soleiðis.
- Tað hevur havt tær avleiðingar, at vit hava ligið á knæ í banka og lagt lán og annað um, og tíbetur hava peningastovnarnir verið at havt við at gera higartil. Annars veit eg ikki, hvussu skilið var. Konan Mena hevur tíbetur eitt alment starv, so tað hjálpir upp á støðuna í okkara húsarhaldi, sigur musikalski nólsoyingurin, sum býr í Havn.
Hóast hann væntar, at støðan fer at hava avleiðingar fyri tónleikarar og tónleikavinnuna, heldur hann ikki, at tað nyttar bert at síggja tað neiliga í øllum.
- Eitt gott er vónandi hent, og tað er, at fólk framyvir kanska fara fyrr í býin. Sostatt kundu vit, sum spæla, byrjað klokkan 22 ella fyrr og givist um eitt-tvey-tíðina. Hetta við at byrja at spæla á midnátt, og at fólk koma darlandi í býin klokkan eitt, hoyrir ongastaðni heima. Tá so tónleikarurin var liðugur um tvey-tíðina, kundu skeinkistøðini havt longur opið. Gjarna til klokkan seks, um tú spyrt meg. Tað er ikki óvanligt, at fólk eru illfýsin klokkan fýra, tí tey skulu út á gøtuna, har tað kanska oysir niður, sum tað oftani ger í Føroyum, sigur Kim Hansen.
Okkurt jaligt kortini at síggja
Tá ræður um tað neiliga, sum er komið við koronakreppuni, er hetta ikki torført at fáa eyga á.
- Tað er sjálvandi fíggjarliga støðan hjá okkum, ið liva av at spæla tónleik og tí avleidda virkseminum, sum vinnan gevur. Serliga haldi eg, at fyritøkurnar, ið leiga út dýra útgerð til ljóð, ljós og pallútgerð annars til tey ymsu tiltøkini, sum krevur stóran umsetning, munnu hava tað torført, sigur Kim Hansen.
Um nakað jaligt er komið burtur úr kreppuni, so heldur hann tað vera, at kreativa menningin hevur havt tað rættiliga gott hesa tíðina.
- Eg havi brúkt nógvar dagar í upptøkuhølum, serliga heima, har eg havi fingið nógvar uppgávur at leggja til rættis og spæla inn fyri onnur. Eisini hava verið nógvar hugnaligar online-konsertir við okkara tónleikarum, sum nógv fólk hava havt gleði av. Her má eg líka geva eini fyritøku sum SMS og Regini Dalsgaard eitt
herðaklapp fyri, at tey skipaðu fyri konsertum í SMS í vár. Tað kom væl við, tá alt sá svart út, sigur Kim Hansen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Fingið Best-in-Travel-virðisløn fyri eitt nú Heimablídni, Hoyma-konsertir og Closed-for-Mainteance
Kendi ferðamiðilin Lonely Planet hevur valt Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í síni grundgeving sigur dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.
‘Best in Travel’-heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar hava fingið pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at tey eru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og ‘Closed for Maintenance’-átakið sum dømi.
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er fegin um viðurkenningina.
- At vit sum ferðamál fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum er stórt í sjálvum sær, men orsøkirnar til, hví vit fáa hesa viðurkenning, gera okkum serstakliga fegin, sigur Guðrið Højgaard.
- Hetta týðir uppá, at tað, sum vit løgdu út í kortið í okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna í 2018, hevur riggað, og er ein staðfesting av, at vit eru á rættari leið.
Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
85.000 krónur eru komnar afturat upphæddini frá sunnukvøldinum – Reyði Krossur hevur fingið 1,9 milliónir krónur frá fyritøkum og 1,5 milliónir frá einstaklingum
Sunnudagin komu 3.333.090 krónur inn til Reyða Kross í sambandi við beinleiðis sjónvarpssendingina, og seinastu dagarnar hevur framvegisverið møguligt at stuðla.
Nú hevur Reyði Krossur almannakunngjørt samlaðu upphæddina, og uml. 85.000 krónur eru komnar afturat upphæddini frá sunnukvøldinum.
Landsinnsavningin 2020 gav nevniliga 3.418.020 krónur – harav 1,9 mió. krónur frá fyritøkum (yvirlit sæst her) og 1,5 mió. krónur frá einstaklingum. Talan er um eina methøga upphædd í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.
– Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin. Reyði Krossur vil hervið takka føroyingum fyri stuðulin til tiltakið sunnukvøldið, skrivar felagsskapurin á heimasíðuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Marta Hentze av Sandi vann 200.000 krónur
Hon segði nei takk til fyrst 75.000 krónur og síðani 30.000 krónur. Rætt gjørdi hon, tí í síðsta enda kundi hon siga ja takk til 200.000 krónur.
Marta Hentze av Sandi kom ígjøgnum í Gekkinum við fullari plátu fríggjakvøldið, har 600.000 krónur vóru uppá spæl. Marta valdi at deila upphæddina í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.
Í tiðja snari eydnaðist, og Marta lendi á reyða leypinum, og vann 200.000 skattafríar krónur.
Tað var ein øgilig málageipan í telefonini, og tað einasta sum Marta hoyrdist siga var “Hygga nú, tað var fantastiskt”.
Hetta var triðja fríggjakvøld á rað, at ein partur av Gekkaupphæddini fór. Síðsta fríggjadag vann Eyð Mohr úr Fuglafirði 300.000 krónur, og 6. november vann Sanna úr Saltangará 400.000 krónur.
Næsta fríggjakvøld er ein hálv millión uppá spæl í Gekkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020
Vónbrotin landsstýrismaður ásannar, at Strandferðslan hevur verið alt ov bjartskygt í sínum væntanum til nýggja avloysaraskipið
- Eg havi fingið ein langan tekst frá Strandferðsluni, men, nei. Eg fari ikki at lesa burtur úr honum her. Tingfólk, sum vilja síggja hann, kunnu fáa hann.
Nøkulunda soleiðis svaraði Jørgan Niclasen, landsstýrismaður, á tingi mikudagin, tá hann skuldi svara einum munnligum fyrispurningi um um nær Erla Kongsdóttir kann fara undir siglingina til Nólsoyar.
Talan er um sokallaðan fráboðaðan fyrispurning, og tað merkir, at landsstýrismaðurin hevur havt eitt samdøgur at fyrireika seg til spurningarnar, og harvið hevur hann spurt seg fyri hjá Strandfaraskipum Landsins um Erlu Kongsdóttir. Men sum sagt, so vildi hann ikki lesa burtur úr svarinum hann hevði fingið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað var týðuligt, at tað var ein landsstýrismaður, sum er ógvuliga vónsvikin yvir tað, sum higartil er hent í sambandi við at seta Erlu Kongsdóttir í sigling.
Hann kom ikki nærri inn á arbeiði, sum gjørt er á Strandferðsluni, men staðfesti bara, at Strandferðslan hevur verið alt, alt ov optimistisk í sínum væntanum til nýggju avloysaraferjuna.
Tað var Bjørt Samuelsen, sum stillaði Jørgeni Niclasen spurningin. Hon spurdi eisini fyri fýra vikum síðani, og tá svaraði landsstýrismaðurin, at Erla Kongsdóttir fór at vera tøk einaferð millum 6. og 10. november.
- Tað var tað, eg fekk at vita tá, men tað heldur ikki, staðfesti landsstýrismaðurin, sum harmaðist um, at støðan er endað soleiðis.
Hann er samdur við spyrjaranum og nólsoyingum í, at hóast Jósup er eitt gott skip, sum kann veita nólsoyingum eina góða tænastu, so er hann ikki egnaður til hesa siglingina so seint á árinum.
- Hevði eg vitað tað, eg veit nú, so høvdu vit sent Ternuna til neyðugu klassingina fyrr á árinum.
Jørgen Niclasen greiddi tinginum frá, at tað í besta føri verður langt inn í desember áðrenn roknast kann við at Erla Kongsdóttir kann fara undir siglingina til Nólsoyar. Tað er ikki bara ein hækking av bryggjuni í Nólsoy, sum skal til. Skipið er heldur ikki trygdargóðkent enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
Myndugleikarnir hava vitað av at Erla Kongsdóttir ikki fór at kunna leggja at í Nólsoy
Í Nólsoy hava tey havt kreppufund. Ternan er til 40 ára klassing, og Jósup røkir Nólsoyarleiðina.
Ætlanin var, at nýggja stásiliga avloysaraskipið, Erla Kongsdóttir, skuldi røkja leiðina, men tað fær ikki lagt at í Nólsoy.
- Vit kunnu ikki sigla við Jósup til einaferð í næsta ár. Tað er háárstíð fyri ódnarveður, og smábørn, sum ganga í skúla í Havn tora ikki at sigla yvirum, segði Anja Hartmann Wardum, sum rekur kunningarstovuna í Nólsoy við útvarpið í vikuni.
- Skrell eru vit ikki sloppin av við í oynni. Her hevur eingin skrellibilur verið í ein heilan mánað. Um hetta heldur fram, stongir handilin í oynni eisini áðrenn vit koma inn í desember mánað, tí hann ikki fær vøru.
- At tey hava funnið uppá at bygt eitt skip, sum kemur til Føroyar og ikki kann brukast har tað skuldi brúkast, sigur Anja Hartmann Wardum.
- Skipið kann ikki brúkast, tí at havnarlagini ikki eru, sum tey skulu vera. Tað kundu tey havt sagt við okkum. Teir hava hildið okkum fyri gjøldur, at ikki at fortalt tað, at havnarlagini skulu byggjast um, tí tað er ikki nakað man bara ger uppá eina viku, sigur Anja Hartmann Wardum.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu sigur við útvarpið, at arbeiðið skal gerast alt fyri eitt. Hon kann ikki siga nær, men sigur seg hava fingið lyfti um, at tað ber til at stoypa ein skráa, so lúkan á Erlu Kongsdóttir kann leggjast niður.
Hasfjord fer at sigla farmatúrar til Nólsoyar eftir tørvi.
Anja Harmann Wardum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Førka framleiddi í oktober streym svarandi til nýtsluna hjá 1.124 húskjum
Sev fær nú streym frá fýra ymsum burðardyggum orkukeldum. Umframt vatn-, vind- og sólorku, fær Sev nú eisini ravmagn burtur úr biogassi.
Førka, sum er biogassvirkið hjá Bakkafrost framleiddi í oktober mánaða 469 megawatttímar. Hetta svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 1.124 húskjum, ella 1,2 prosent av samlaðu elorkuframleiðsluni, skrivar Sev á heimasíðuni.
Til samanberingar framleiddi vatnturbinan á elverkinum á Strond 451 MWt, báðar turbinurnar í Botni í Suðuroy 378 MWt og vindmyllurnar hjá Røkt í Vestmanna 462 MWt í oktober.
- Tað er ómetaliga hugaligt at síggja, hvussu væl verkætlanin við elorku úr biogassi higartil hevur riggað. Eitt gott prosent av samlaðu framleiðsluni ljóðar kanska ikki av nógvum, men er hóast alt eitt nýtt bein í elframleiðsluni, og sparir okkum fyri umleið 100.000 litrar av olju á Sundi.
- Hyggja vit at burðardyggari framleiðslu fyri seg, so liggur biogassframleiðslan á 3,6 prosent av tí, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.
Turt og stilt veður ávirkar framleiðsluna
Turt og stilt veður í oktober sæst aftur í tølunum fyri burðardygga elorkuframleiðslu, sum er lægri í ár enn í oktober í fjør. Tað regnaði nærum helvtina minni í ár, 133 millimetrar í mun til 254 millimetrar í fjør, og vatnorkuframleiðslan minkaði tí við 41 prosentum.
Eisini var stillari í veðrinum. Miðal vindferðin í Húsahaga í oktober í ár var 6,7 metrar um sekundið, meðan hon var 8,2 metrar um sekundið í oktober 2019. Í Neshaga var vindferðin 8,1 metrar um sekundið í ár í mun til 9,7 í fjør.
Hetta hevði við sær, at í oktober í ár er góðir 3 gigawatttímar framleiddir við vindorku, meðan slakir 5 gigawatttímar vóru framleiddir við vindorku í oktober 2019. Ólag á einstøkum myllum í Neshaga hevur eisini ávirkað framleiðsluna neiliga, skrivar sev.fo.
Tilsamans kom burðardygga elorkuframleiðslan upp á slakar 13 gigawatttímar, meðan elframleiðslan við olju var slakar 26 gigawatttímar. Tað merkir, at í oktober vóru sløk 67 prosent framleidd við olju, meðan vatnorkan stóð fyri 24 prosentum, vindorkan 8 prosentum, biogass góðum einum prosenti og sólorkan væl undir einum prosenti.
Í oktober í fjør var býtið 43 prosent olja og 57 prosent burðardyggar orkukeldur.
Framleiðslan við sólorku er ikki óvæntað væl lakari um heystið og veturin enn um summarið, og í oktober lá sólorkuframleiðslan á 7,5 megawatttímum, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 18 húskjum.
Samstundis sum veðrið ikki heilt var til vildar til grøna elorkuframleiðslu, vaks eftirspurningurin eftir elorku í samfelagnum við 5 prosentum. Tilsamans 38,7 gigawatttímar vóru framleiddir í oktober, í mun til 36,8 í fjør. Hetta er methøg mánaðarframleiðsla. Gamla metið er frá januar í ár, tá framleiddir vóru 37,3 gigawatttímar.
Framleiðslan í oktober setti eisini annað met, tá mesta løtuframleiðsla ein dag náddi 62,5 megawatt. Hetta var 26. oktober kl. 17.24. Gamla metið er frá november 2019, tá mesta løtuframleiðsla kom upp á 62,3 megawatt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, so be it, segði Johan Dahl í tinginum
Týsdagin var fyrsta viðgerð av uppskoti frá umboðum úr Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn um at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, gjørdi greitt, at um samgongan ikki kemur við einum uppskoti um hetta, verður hann noyddur til at taka undir við andstøðuppskotinum.
- Eg havi vónað tað, at samgongan - hóast vit eru ymisk á máli í hesum málinum - kunnu tryggja tað, at vit fáa eina barsilsskipan sum er fyri øll, samkynd eisini, og tað vóni eg eisini, at samgongan kann koma á borðið við meðan hetta málið liggur í tinginum. So man sum samgongulimur ikki verður tvingaður at taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni, segði hann.
- Tað sum vit eru við at gera í hesari samgonguni, við Miðfloksins hjálp, er at diskriminera ein heilan bólk av menniskjum, sum gjarna vilja fungera eins væl sum tú og eg sum foreldur vilja fungera. Tað haldi eg haldi eg snøgt sagt ikki er í lagi.
- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, “so be it”, “so be it….”, segði Johan Dahl.
Hetta undraði Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin, sum vildi vera við, at Johan Dahl við hesum tók sær ein rætt fram um onnur.
- Treytirnar at vera í samgongu er at man noktar sær sjálvum at taka undir við uppskotum frá andstøðuni, sum sum oftast eru bæði átulig og góð. Bara í hesum valskeiðinum hava vit í Miðflokkinum sagt nei til fleiri uppskot frá andstøðuni, sum um vit av hjarta kundu tikið undir við. Men vit hava eina samgonguavtalu, sum sigur, at um samgongan ikki er samd, so taka vit ikki undir við tí, segði Bill Justinussen.
- Tí undrar tað meg stórliga, at Johan Dahl sigur, at hann tekur undir við einum andstøðuppskotinum. Tí tað er ein rættur, sum hann tiltuskar sær fram um øll okkum onnur í samgonguni, og sum eingin annar í samgonguni kann tiltuska sær. Eg skilji ikki at hann setur seg sjálvan fram um øll hini í samgonguni.
Uppskotið er farið í Vinnunevndina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
– Tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim – Koronakreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum, men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør
Í 2020 er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri í høvuðsstaðnum, farin upp um 5 mió. kr. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka. Miðal sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum er umleið 3,2 mió. kr. í 3. ársfjórðingi í 2020. Tað svarar til, at miðal sethúsaprísurin er hækkaður umleið 3,5% í 2020.
– Miðal sethúsaprísurin er støðugt hækkandi. Vit kunnu eisini staðfesta, at í 2020 eru einstøk sethús í høvuðsstaðnum seld fyri yvir 5 mió. kr. Tað er fyrstu ferð, at vit síggja tað, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.
Í Klaksvík og Eysturoynni er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri, farin upp um 3 mió. kr., og í Vágum eru einstøk hús seld fyri væl omanfyri 2 mió. kr.
- Eftirspurningurin er enn stórur, meðan útboðið haltar. Koronakreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum, men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør. Tað bendir á, at áhugin í øllum førum enn er stórur, sigur Kára á Dunga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Michael Thomsen hevur tikið við sum nýggjur umsjónarmaður á Rescue Lív
- Boð hevur verið eftir okkum umleið 600 ferðir hesi 12 árini, vit hava havt bjargingarbátin, Rescue Lív. Tað hava verið sleip, sjúkraflutningur úr Nólsoy, leitingar og sigling fyri løgregluna, sigur fyrrverandi umsjónarmaðurin á Bjargingarbátinum, Rescue Lív, Jens Hansen.
- Øll 27 fólkini eru sjálvboðin, og vit hava eina fjúrtan daga vaktarskipan, so altíð tvey hava vakt á hvørjum plássi umborð. Tað eru fýra hold á fýra fólk, so tað eru í veruleikanum átta fólk, sum hava vakt í senn, sigur hann.
- 1. november tók Michael Thomsen, við sum nýggjur umsjónarmaður, samstundis sum vit tóku nýggja bjargingarbátin, sum fyribils eitur Tanum, í brúk. Vit fara at hava eina hátíðarløtu, tá nýggi báturin fær navnið Rescue Lív.
- Nýggi báturin, er væl størri enn tann, vit hava havt, og tí er ov grunt í Vágsbotni til hansara. Hann liggur tí fyribils undir Skeiva Pakkhúsi, til Álaker er liðugt, tá fáa vit eitt fast pláss har, sigur Jens Hansen.
Tanum (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
1. desember avloysir hon Fíu Petersen, sum hevur virkað sum dagligur leiðari seinastu fimm árini
Javni hevur sett nýggjan dagligan leiðara. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Nýggi leiðarin er Kristina Háfoss, sum tey flestu munnu kenna úr politikki, har hon hevur verið virkin bæði sum løgtings- og landsstýriskvinna seinastu 20 árini.
Kristina Háfoss tekur við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna 1. desember. Hon avloysir Fíu Petersen, sum umframt at vera forkvinna eisini hevur virkað sum dagligur leiðari síðan 2015.
Kristina Háfoss er 45 ára gomul, og hevur tvær hægri útbúgvingar sum búskaparfrøðingur og løgfrøðingur. Harafturat hevur hon eisini útbúgving í leiðslu. Hon býr í Havn saman við manninum og fýra børnum teirra.
Kristina hevur røkt fleiri álitissessir og hevur starvast í føroyska vinnulívinum í nógv ár. Millum annað hevur hon starvast sum búskaparfrøðingur í Landsbanka Føroya, sum projektleiðari og íløguráðgevi hjá Føroya Banka, og sum deildarstjóri fyri menning, KT og marknaðarføring í Tryggingarfelagnum Føroyum.
– Umvegis sínar drúgvu starvsroyndir á politiska pallinum hevur Kristina fingið eitt breitt innlit í lóggávu, stovnar, skipanir og viðurskifti á brekøkinum. Afturat hesum kennir hon flestu viðurskiftini væl frá privata sjónarhorninum, tí eini sonurin ber brek. Vit ynskja Kristinu góða eydnu við starvinum, og gleða okkum at samstarva við hana. Saman vilja vit føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið, skrivar Javni.
Fía Petersen gevst eftir at hava verið dagligur leiðari í Javna síðan 2015 (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Verður eisini fyrsta kvinnan, ið stendur á odda fyri North East Atlantic Fisheries Commission við høvuðssæti í London
Janet S. Nørregaard, fulltrúi í Fiskimálaráðnum, er vald til forseta fyri felagsskapin NEAFC. Hon tekur við á nýggjárinum. Hetta er á fyrsta sinni, at Føroyar hava forsetan í hesum fiskivinnusamstarvinum, og Janet S. Nørregaard er eisini fyrsta kvinna, sum er vald til ovasta leiðara fyri henda felagsskap, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum.
Janet S. Nørregaard starvast sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum, har hennara arbeiðsøki er innan fiskiveiðisamráðingar, harundir at umboða Føroyar í millumlanda fiskiveiðifelagsskapum, umframt fiskivinnupolitisk viðurskifti sum heild.
Janet er í løtuni varaforseti í NEAFC, og avloysir nú Jacques Verborgh, sum hevur sitið sum forseti í fýra ár umboðandi ES-felagsskapin.
39. ársfundurin hjá NEAFC – tað stendur fyri North East Atlantic Fisheries Commission – varð hildin í undanfarnu viku. Vanligt hevur verið at halda ársfundin í London, har NEAFC hevur høvuðssæti, men sum avleiðing av Covid-19 varð fundurin hildin talgildur hesaferð.
Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG). Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Vørn og Reiðarafelagið.
Innan NEAFC samstarva limalondini Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg, Russland og Stóra Bretland, ið gjørdist sáttmálapartur í heyst, um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis um ársfundin:
Á ársfundinum vórðu uppskot løgd fram um at skipa fiskiskapin í 2021 eftir kongafiski, makreli, svartkjafti, norðhavssild og ávísum djúphavsfiskasløgum.
Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingerhavinum hevur fingið nógva umrøðu á ársfundunum hjá NEAFC seinastu árini. Hóast ráðgevingin frá ICES áhaldandi hevur verið ikki at loyva fiskiskapi, hevur tað ikki eydnast at fáa undirtøku fyri ráðgevingini frá nóg mikið av limalondum, serstakliga tí Russland hevur eina aðra fatan av støðuni í stovninum. Men á hesum sinni varð uppskot frá strandarlondunum Føroyum, Grønlandi og Íslandi um ikki at loyva fiskiskapi í 2021 samtykt.
Fiskiskapur eftir búrfiski bannaður
Ársfundurin viðgjørdi eisini fiskiskapin eftir kongafiski í Norðurhøvum. Tvey uppskot vórðu viðgjørd – eitt frá Noregi og Russlandi og eitt frá ES – men hvørki fekk nóg dygga undirtøku at verða samtykt.
Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi. Hesin fiskiskapur er ikki fallin í góða jørð hjá eitt nú ES, sum aftur hesaferð setti fram uppskot um at banna fiskiskapi eftir búrfiski. Árini undan hevur eydnast Føroyum at fáa stuðul frá øðrum limalondum, so uppskotið hjá ES ikki hevur verið samtykt, og fiskiskapur hevur kunnað verið loyvdur, men hetta eydnaðist ikki á hesum sinni.
Noreg legði fram uppskot til samtyktar um norðhavssild, sum í høvuðsheitum tók til eftirtektar, at strandarlondini teirra millum eru vorðin samd um at fylgja vísindaligu ráðgevingini um hámarksveiðu og ásetti eina skyldu at boða frá, hvussu fiskiskapurin verður skipaður hjá teimum einstøku londunum. Harumframt er ásett, at bert limalond í NEAFC kunnu fiska norðhavssild.
ES legði fram líknandi uppskot um svartkjaft. Full semja var um bæði hesi uppskotini.
Viðvíkjandi makreli varð avgjørt at bíða við at taka avgerð, til strandarlondini seinni henda mánaðin aftur hava havt samráðingar um skipan av fiskiskapinum í 2021.
Umframt vórðu viðgjørd viðurskifti um eftirlit við fiskiskapinum og onnur umsitingarmál – harundir áheitan á ICES um ráðgeving um fiskiskap í 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Jørgen Petersen, sum hevur átt Inventar Tænastuna síðani 1994, hevur selt fyritøkuna
Sandavágs Timburhandil hevur saman við starvsfólkum í Inventar Tænastuni keypt fyritøkuna, sum Jørgen Petersen hevur átt og rikið síðani 1994.
Tað visti Dimmalætting at fortelja í vikuni.
Inventar Tænastan selur skrivstovumøblar, skrivstovuinnbúgv og annað, og passar væl til virksemið hjá Sandavágs Timburhandli, upplýsir Albert Ari Thomassen, stjóri, fyri blaðnum.
Sandavágs Timburhandil hevur keypt 51 prosent av felagnum, meðan starvsfólkini eiga restina.
Jørgen Petersen heldur fram sum stjóri í eina tíð, meðan eigararnir finna rætta persónin til stjórasessin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Men talan er um ein variant, sum ikki er til vanda fyri komandi koppsetingar
- Satt at siga gjørdist eg skakkur, tá eg frætti, at ein variantur av minkavariantinum var staðfestur í Føroyum.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen á tingi mikudagin í sambandi við, at hann fekk ein munnligan fyrispurning frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um serliga minkavariantin, ið varð staðfestur í Danmark herfyri.
- Eg setti meg beinanvegin í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og fekk her váttað, at ein variantur av sokallaðu minka-mutasjónini var staðfestur í Føroyum. Men tíbetur var talan um eina variasjón av hesum sokallaða cluster-5 variantinum, sum ikki verður mettur at kunna skaða komandi koppsetingarevni.
Løgmaður upplýsti eisini, at honum upplýst var talan um ein persón, ið kom til Føroya við hesum variantinum, og at viðkomandi persónur møguliga hevur smittað ein annan persón. Men tað er nú staðfest, at henda smittuketan er brotin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
Talan er um húsini hjá bispi
Fyrstu sethúsini vórðu í gjár reist í nýggju útstykkingini við Hálsatjørn. Tað skrivar Sjóvar kommuna.
Húsini eru reist við Nónvarða, sum er navnið á niðara vegum eftir rundkoyringina.
Eigarar av nýggja býlinum eru hjúnini Maria Eiriksdóttir og Jógvan Fríðriksson, bispur.
Tað eru Pf. Norðsetur Hús, sum standa fyri byggingini av sethúsunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
Óheft greining vísir CO2-minking á heili 94% á flutningi til USA
10. oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi. Hetta er gjørt, tí burðardygd er fremsta virðið hjá felagnum. Allur feskur eins og frystur laksur verður nú sigldur til marknað við farmaskipi. Nýggj kanning frá óhefta norska granskingarstovninum SINTEF vísir, at hetta hevur minkað um CO2-útlátið hjá Hiddenfjord frá flutningi til USA við heili 94%. Fyri Kina er útlátið minkað enn meira.
Hiddenfjord er fyrsti alari í heiminum, sum gevst at flúgva laks. Harvið tekur felagið stóra ábyrgd í mun til minka um CO2-útlát. Hetta er eisini í tráð við 13. heimsmálið hjá ST um bráðfeingis átøk at fyribyrgja veðurlagsbroytingum.
Aldur laksur hevur eitt nógv lægri CO2-útlát enn aðrar matvørur so sum svínakjøt og neytakjøt. Og við at eta laks, sum er sigldur heldur enn flogin til marknað, verður laksur ein uppaftur meira burðardygg matvøra.
– Vit hava øll ábyrgd av at gera okkara til at minka um CO2-útlátið, sum førir til veðurlagsbroytingar. Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát. Tí eru vit í Hiddenfjord givin at flúgva laks, sigur Atli Gregersen, stjóri.
– Hetta setir stór marknaðarlig krøv til okkara. Eg sigi sum Njál Djurhuus: Heimurin er troyttur av orðum, heimurin vil hava gerðir.
Góðskukanningar í USA vísa, at Hiddenfjord-laksurin hevur varðveitt somu góðsku, hóast felagið er farið at sigla laksin yvirum hav.
– Hetta hevur verið ein stór broyting fyri fleiri av okkara keyparum í USA. Vit eru fegin um, at vit hava megnað at senda feskan laks sjóvegis til USA og samstundis varðveitt okkara vælkendu góðsku – nú við munandi lægri CO2-útláti. Vit vænta, at tað fer at leggjast afturat av keyparum, ið leggja stóran dent á burðardygd, sigur Óli Hansen, sølustjóri hjá Hiddenfjord.
Varðveitta góðskan kemst fyrst og fremst av trimum orsøkum:
Hiddenfjord laksur verður aldur á harðbalnum økjum við høgari aldu og/ella hørðum ráki. Hetta gevur laksinum bestu liviumstøður, samstundis sum tað fyribyrgir botndálking. Hiddenfjord er tann alifyritøkan, sum alir laks á mest harðbalnu økjum í heiminum.
Hiddenfjord hevur ment ein serstakan hátt at tryggja, at laksurin ikki verður strongdur undir tøku. “Stress-free harvest” gagnnýtir íborna hugin hjá laksinum at svimja móti streyminum, soleiðis at laksurin verður avlívaður og blóðgaður uttan at kenna strongd.
Í túsundtals ár hevur laksurin ferðast úr áum, sum renna út í Norðuratlantshavið, til havið kring Føroyar fyri at eta og vaksa. Tí hevur laksurin tillagað seg viðurskiftini í hesum havøkinum. Hetta órørda umhvørvið við jøvnum sjóvarhita alt árið er natúrliga heimið hjá atlantslaksinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Fyrrverandi stjóri í Marine Harvest, Ragnar Joensen, er nevndarformaður í Nordic Aqua Partner, sum fer at ala laks í Kina
Felagið Nordic Aqua Partners hevur fingið fígging upp á 400 milliónir danskar krónur at ala laks í Kina.
Ragnar Joensen, sum hevur verið stjóri fyri Marine Harvest í Føroyum og Noreg, er nevndarformaður í felagnum.
Ætlanin er at gera eitt RAS-annlegg uttan fyri kinesiska milliónabýin Shanghai, og í fyrstu atløgu er ætlanin at ala 8.000 tons um ári. Í øðrum byggistigi er ætlanin at ala tað tvífalda.
Seinni eru ætlanir at ala 40.000 tons um ári, og gera alivirki nærhendis Beijing og Hong Kong.
Væntað verður, at felagið um minni enn trý ár, kann veita laks til kinesiska marknaðin.
Ragnar Joensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020
Høvdu ikki heimild til at áleggja minkaalarum við frískum djórum uttan fyri vandaøkini at drepa djór síni
Hóast tað var ólógligt at kravja at minkar uttan fyri vandaøkið skuldu drepast, vórðu donsk løgreglufólk sett til at ringja til eigarnar av røskum minkagarðum fyri at fáa teir at taka minkarnar av.
Til uppgávuna fingu løgreglufólkini eitt sokallað ‘actioncard’ frá Ríkisløgregluni, sum sigur, hvat løgreglufólkini skulu siga. Hetta kemur fram í frágreiðingini, sum danska Umhvørvis- og Matvørumálaráðið legði fram í vikuni.
Um eigarin av einum røskum minkagarði noktaði at avlíva dýrini, skuldu løgreglufólkini siga soleiðis:
- Tað harmar meg at hoyra, men avgerðin er tikin. Um tú ikki er við, merkir tað, at tú ikki fært møguleika fyri at fáa bonusið, og tú kanst rokna við, at myndugleikarnir koma og tøma garðin kortini.
- Eg vil tí hoyra, um hetta fær teg at broyta avgerðina?
Formaðurin í fakfelagnum hjá løgreglufólkunum, Claus Oxfeldt, kallar støðuna ræðuliga, at løgreglufólk fáa slíkt ‘actioncard’, sum fær tað at ljóða sum um, at myndugleikarnir fóru at drepa minkarnar.
- Slíkt má ikki henda. Hetta er ræðuligt, tí fólk skulu hava 100 prosent álit á løgregluni. Vit skulu ikki vera við til nakað, sum er í stríð við grundlógina, sigur hann sambært Ritzau.
Longu áðrenn hetta ‘actioncard’ið’ varð orðað, var Ríkisløgreglan kunnað um, at óvist var um heimild var í lógini at drepa raskar minkar á gørðum uttan fyri vandaøkini.
Sambært frágreiðingini harmast Ríkisløgreglan um rongu boðini, sum minkabóndurnir fingu.
Uppringingarnar til minkaalararnar vórðu gjørdar frá 6. til 8. november.
10. november var ‘actioncard’ið’ rættað, so ávísingin til, at avgerðin var tikin og at myndugleikarnir kortini fóru at drepa dýrini, varð tikin burturúr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Amerikanska fyritøkan Moderna roknar við at kunna koppseta fólk longu í ár
Eitt nýtt koppingarevni móti korina er nú á veg á marknaðin. Tað er amerikanska heilivágsfyritøkan, Moderna, sum sigur seg hava funnið eitt koppingarevni, sum sum við 94,5 prosents vissu kann byrgja fyri korona.
Umleið 30.000 fólk hava luttikið í royndunum av evninum. Helmingurin av teimum vórðu koppsett tvær ferðir, meðan hin helmingurin fekk snýtiheilivág.
Fyribils úrslitini byggja á tey 95 fólkini, sum fyrst gjørdist sjúk við covid-19.
Og bert fimm teirra, sum fingu smittuna, høvdu fingið koppsetingarheilivágin. Hini 90 fólkini høvdu fingið snýtiheilivág – placebo. 11 teirra fingu álvarslig sjúkueyðkenni, men ongin av teimum, ið høvdu fingið nýggja koppingarevnið.
Sambært Moderna fara tey áðrenn hetta árið er liðið at hava 20 milliónir skamtar av heilivágnum klár í USA, og fyritøkan hevur søkt amerikansku heilivágsmyndugleikarnar um undantaksloyvi at koyra heilivágin á marknaðin longu í ár.
Moderna vónar at kunna framleiða millum eina hálva og eina heila milliard skamtar í 2021, sum eitt nú kunnu sendast til Evropa.
Í mun til koppingarevnið, sum felagið Pfizer 9. november segði seg hava funnið, hevur vøran hjá Moderna ein fyrimun.
Vaksinan hjá Pfizer skal goymast í 70 kuldastigum, og heldur bert í fimm samdøgur eftir at hon er tiðna. Vaksinan hjá Moderna nýtist bert 20 kuldastig at goymast og so heldur hon í 30 dagar eftir at hon er tiðnað, skrivar The Guardian.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Danskir granskarar kundu ikki staðfesta um munnbind hjálpa móti virussmittu
Ongi ítøkilig prógv eru fyri, at munnbind hjálpa móti koronasmittu. Tað vísir ein stór donsk kanning, har tveir bólkar av fólki vóru kannaðir, har annar brúkti munnbind og hin ikki.
Kannað var bert, um persónurin við munnbindi var vardur móti virusinum – ikki um munnbindið vardi øðrum móti at verða smittað.
Tí kann ikki sigast nakað ítøkiligt um, hvørt munnbind eru við at minka um koronasmittuna, siga granskararnir, sum hava gjørt kanningina.
Yvir 6.000 fólk vóru við í kanningini, sum varð gjørd í apríl og mai, og sostatt áðrenn tað gjørdist vanligt at ganga við munnbindi í Danmark. Hinvegin vóru fleiri stovnar, arbeiðspláss og eitt nú matstovur afturlatnar tá.
Í bólkinum uttan binnbind fingu 2,1 prosent av luttakarunum korona í hesum tíðarskeiði, meðan 1,8 prosent av teimum við munnbindi vórðu smittað.
Munurin er ikki nóg stórur til at gera niðurstøðu viðvíkjandi brúkinum av munnbindi.
Granskararnir skriva harafturat, at mark er fyri, hvørjar niðurstøður kunnu gerast burtur úr hesi kanningini, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
- Tað riggar ikki longur við við ráðum og tilmælum, sigur svenski forsætisráðharrin
Svøríki herðir nú tiltøkini fyri at forða koronasmittuni at spjaða seg. Frá komandi týsdegi at rokna verður ikki loyvt at savnast fleiri enn átta persónar til almenn tiltøk.
Tað boðaði Stefan Löfven, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi á netinum í mánadagin.
- Hetta er eini týðulig boð til øll í okkara landi um hvat verður galdandi í komandi tíðum. Farið ikki í fimleikahøll, farið ikki á bókasavn og skipið ikki fyri døgurðaveitslum har heima, segði Stefan Löfven.
Boðini komu eftir at Svøríki hevur upplivað stóran vøkstur í talinum av smittaðum. Eisini talið av deyðum koronasjúklingum er nógv økt seinastu vikurnar, skrivar Ritzau.
Svøríki hevur fyrr havt eina strategi, har tey ístaðin fyri umfatandi steingingar og savningarbann, stólaðu upp á áheitanirnar um at halda frástøðu og halda gott reinføri.
Henda strategi heldur ikki longur, sambært Stefan Löfven.
- Vit komu langt við ráðum og tilmælum í vár, men nú verða hesi ikki hildin í sama mun.
- Nú bugu vit seta í verk bann og avmarkingar fyri at bróta gongdina, sigur forsætisráðharrin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Fyrsta ferðin, at ein rakett hjá SpaceX hevur sent heila manning út á ISS-rúmdarstøðina
Fýra rúmdarfarar frá felagnum SpaceX fyritøkuni eru komun fram til altjóða rúmdarstøðina ISS í øllum góðum. Tey skulu vera har úti til einaferð í vár.
Hesum boðar amerikanski rúmdarmyndugleikin, Nasa, frá sambært AP tíðindastovuni.
Rúmdarfararnir, trý úr USA og ein úr Japan, verða tá avloyst av einum nýggjum liði frá einum Dragon rúmdarfari.
Hareftir verða tað SpaceX og Boeing, sum upp á skift skulu flyta rúmdarfólk til og frá støðini fyri Nasa.
Hetta er onnur rúmdarferðin hjá SpaceX, men hetta er fyrsta ferðin, at fyritøkan hevur flutt eina heila manning, sum skal vera burtur í eitt hálvt ár. Ein royndarferð við tveimum rúmdarfarum fyrr í ár, vardi í tveir mánaðir.
Crew Dragon-rúmdarfarið fór av Kennedy Space Center mánanáttina og varð knýtt at rúmdarstøðini 27 tímar seinni, skrivar AP. Við umborð vóru amerikanararnir Victor Glover, Mike Hopkins og Shannon Walker og Soichi Noguchi úr Japan.
Eftir tveir tímar umborð, fingu fólkini umborð svøvn í átta tímar, sum ætlað, áðrenn tey vórðu vakt til tónarnar av “In the Air Tonight” hjá Phil Collins.
SpaceX er eitt privat rúmdarfelag, sum milliardingurin Elon Musk eigur. Talan er um saman mann, sum stendur fyri framleiðsluni av ravmagnsbilunum tesla.
Rúmdarferðin er eitt samstarv millum Nasa og SpaceX.
Victor Glover, Mike Hopkins og Shannon Walker og Soichi Noguchi undan fráferð (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Fyri fyrstu ferð síðan hann fekk blóðtøpp í heilan í summar, greiðir Joakim prinsur frá, hvussu hendingin hevur ávirkað lívið hjá honum og familjuni
– Formurin er góður, men eg má siga, at tað enn er nakað, eg arbeiði við, og tað fari eg at gera í langa tíð framyvir.
Soleiðis sigur Joakim prinsur í samrøðu við DR, sum varð víst í tíðindasendingini 21 Søndag farna vikuskiftið.
Hetta var fyrstu ferð prinsurin úttalar seg alment um hendingina 24. juli, tá hann fekk blóðtøpp í heilan.
Hann var saman við familju sínari á Château de Cayx, vínslottinum hjá drotningini, í Suðurfraklandi, tá hann brádliga fekk blóðtøpp og mátti innleggjast á sjúkrahús í Toulouse, har hann varð skurðviðgjørdur. Tíbetur gekk alt væl, og hann varð útskrivaður 3. august.
– Tað var ikki bara eg og kropsligi formurin hjá mær, sum varð raktur. Kona mín, børn míni, og nærmasta familjan – vit vórðu øll rakt. Eg varð raktur kropsliga, men tey stóðu jú í fremstu røð.
– Vit takka skapara okkara hvønn dag, leggur prinsurin afturat.
Joakim prinsur flutti fyri hálvumøðrum ári síðani úr Danmark við konuni, Marie prinsessu, og børnum teirra til Fraklands, har hann varð sloppin inn at útbúgva seg á viðurkenda franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire. Nú arbeiðir prinsurin sum verjufulltrúi á donsku sendistovuni í Paris.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Trump forseti átti meirilutan av ótaldu atkvøðunum
Í sýsluni Fayette í amerikanska statinum Georgia eru funnar 2.755 atkvøður á einum geyma, ið ikki er taldur við í valúrslitinum. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Geymin varð funnin í samband við, at tær 159 sýslurnar í statinum eru í ferð við at fíntelja atkvøðurnar við hond.
Av teimum 2.755 atkvøðunum á geymanum, fóru 1.577 atkvøður til Trump forseta, meðan Joe Biden fekk 1.128 atkvøður. Restin fór til onnur valevni.
Áður eru funnar fleiri enn 2.500 nýggjar atkvøður í einari aðrari sýslu.
Tær nýggju atkvøðurnar væntast tó ikki, at fáa nakra ávirkan á úrsliti í Georgia, har Biden førir við áleið 14.000 atkvøðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
Rúni Nielsen ummælir gyltu droparnar úr Klaksvík, “Einar’s Single Malt Whiskey Inagural Release”
Fríggjadagin upprann so dagurin, at tað gjørdist møguligt hjá teimum, ið dáma whiskey, at ogna sær fyrstu føroysku whiskyfløskuna.
Uttan at gera tað stóra hóvastákið burtur úr, vórðu 861 fløskur settar út á hillarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins. 50 centilitrar fyri góðar 1.100 krónur.
“Einar’s Single Malt Whiskey Inagural Release” kallast hetta fyrsta slagið. Fyrsta ‘batch’ið’ av serliga brennivíninum, ið varð latið á tunnur í 2017, og sum whisky-kenningar hava bíðað eftir spenningi.
Og teimum tykjast at dáma tað. “Heartly congratulation on out-Scottishing the Scots!”, skal kendi skotski whisky-kennarin og -ummælarin, Jim Murray, sambært Norðlýsinum hava skrivað í teldubrævi til Einar Waag í Klaksvík. Tað má sigast at vera eitt gott ummæli frá einum, sum verður mettur at vita nógv um slagið.
Eisini føroyski whisky-kennarin, Rúni Nielsen, letur væl at nýggju dropunum. Vit hava biðið hann skrivað eitt ummæli, og Rúni skrivar soleiðis:
20. november 2020 er ein heilt serligur dagur í føroyskum whiskyhøpi. Fyrsta føroyska whisky er komið á marknaðin í dag frá Einar’s Distillery í Klaksvík.
Whisky er ikki løtuverk, tí nøkur krøv eru til – bæði skrivað og óskrivað – vøruna, áðrenn tú kanst kalla hana single malt whisky.
Her eru nøkur av krøvunum til single malt whisky:
Einar’s Single Malt Whisky Inaugural Release livir upp til hesi krøv. Dropadrivna sprittið er koyrt í tunnu í oktober 2017, so aldurin er beint omanfyri 3 ár.
Tað fyrsta, ið eg leggi merki til, tá ið eg stoyti whisky í mítt Glencairn nosing glas, er liturin. Gylt rav rennur mær til hugs. Tárini, ið renna niður síðuni á glasinum eru hálvgun seigar og sleppa trekar. Hetta ber boð um, at whisky hevur fingið nógv gott frá trænum í sherry- og bourbonføtunum, ið brúkt hava verið.
Í glasinum leggur ein meniskur seg, so “vatnskorpan” sær út sum hon er í tveimum løgum. Ein dropi er komin á fingrarnar, og whisky kennist oljugt á húðini.
Angin er góður. Ein feril av brimi og taratonglum, ið knasast ímóti klettinum. Nakað av blómuráka hómast eisini í nøsini – berjalyngur og súrhoyggj. Heiti sherryroykurin er eisini allatíðina til staðar, minnir eitt sindur um leður og nýsópað rossafjós.
Smakkurin er maritimur. Nakað av sitrónskali og appelsinskali er at finna. Annars sterkur smakkur av søltum rómakaramellum og ein feril rosinum. Sherry-rákin kann ikki lúgvast burtur heldur.
Eftirsmakkur hongur við, og bilsin gjørdist eg, tá ið eg legði merki til, hvussu leingi eftirsmakkurin hongu í hálsinum og í gómanum. Ein søtur eftirsmakkar, ið minnur um okkurt søtt omaná við Madeira. Eitt sindur av jólahugna er í hesari whisky.
Eftirmeting: Serstakliga væl frágingið í valinum av tunnusamanseting. Hendan ber brá av at vera væl eldri enn ta blaðunga whisky, ið er tappað. Eg vildi mett hesa sum ein 8-9 ára gamla skotska whisky frá onkrum av strandardistillarínum í hálendisøkinum.
Til lukku við hesari.
//Rúni Nielsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
-
Tað er so stutt síðan, at Annika Hoydal ríkaði okkum við dygdarverkinum "Endurljós". Tá fylti hon 70. Sama ár varð hon heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins fyri sangskattin, ið hon hevur latið okkum. Og árið eftir var Ársins Tónleikaheiður latin henni á árliga FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Og nú er aftur rundur føðingardagur. 19. november fylti Annika 75. Og tað kann ikki fara ónevnt afturvið borðinum.
Annika er so mangt. Hon er røddin og andlitið á einum nýggjum ættarliði av føroyskum kvinnum. Hon breyt upp úr nýggjum og flutti listalig mørk. Hon gekk nýggjar leiðir, hon fekk okkum at lurta og síggja - og sanna - at hon kom sum kallað. Føroyar høvdu brúk fyri einari Anniku Hoydal. Og hon sveik ikki álitið.
Annika er heimsborgari. Hon er fødd í Føroyum og er uppvaksin í Havn, men hevur búleikast víða; í Suðuramerika, í Spania, Skotlandi og í Danmark, men heimkenslan svitast ikki í henni. Listaliga akkerið er væl fest á føroyskum botni. Hon er útbúgvin sjónleikari og hevur verið virkin á palli og í filmi øll árini, men mest hevur hon kortini sungið. Nógv á donskum, men mest á føroyskum.
Hon er fyrsta føroyska kvinnan, sum varð útbúgvin sjónleikari. Áhugin kveiktist á skeiðum, sum Eyðun Johannessen helt í Sjónleikarhúsinum í Havn tíðliga í sekstiárunum. Tað gav henni brell at royna flogið á donskum leikpalli. Hon var m.a. við í leikinum "Færinger frænder” í 1968 á Fiolteatret. Stjórin, tann navnframi Arne Skovhus, eggjaði henni at søkja inn á Statens Teaterskole, sum tá var nýggjur leikskúli. Haðani tók hon prógv í 1973.
Sum sjónleikari í Danmark var hon í fleiri ár virkin á palli, í filmi, í sjónvarpi og útvarpi. Hesi árini sást hon sjáldan á føroyskum leikpalli, men tá ið Jens Pauli Heinesen skrivaði sjónleikin um Anniku í Dímun, sum Eyðun Johannessen setti upp fyri Havnar Sjónleikarfelag í 1976, var Annika Hoydal boðsend úr Danmark til Føroyar at spæla høvuðsleiklutin. Hetta var um somu tíð, at Annika sást ber í filminum "Violer er blå" í Havnar Bio, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at gravgangur var at síggja hana á palli í Sjónleikarhúsinum í kloddum og spjørrum, sum ikki fjaldu alt likamið.
Hóast hennara samstarv við Brigitte Kolerus á "Teatret ved Sorte Hest" hevur havt stóran týdning, hevur Annika ongantíð viljað bundið seg fast at einum ávísum leikhúsi. Sum tann frælsi fuglurin, hon er, hevur hon altíð viljað verið óheft. Hon er annað enn bara sjónleikari. Og so er tað hitt føroyska, sum støðugt kallar á hana.
Longu blaðung avdúkaði hon aðrar listagávur enn leiklistina. Hon sang eitt skifti á Viseversehuset í Tivoli. Fyrstu royndirnar á palli sum sangari hevði hon í studentakabarettunum í Føroyum miðskeiðis í 60-árunum. Úr hesum kvisti spretti m.a. sangbólkurin Harkaliðið. Hinir spælimenninir vóru Jógvan Dahl, Jógvan Telling Joensen og Kári Mouritsen - at byrja við var Jaspur Petersen eisini við. Tey vekja ans við sínum plátuútgávum síðst í 60- og fyrst í 70-árunum - bæði í Føroyum og Danmark. Tey prika við sínum nasadjørvu kabarettvísum og slóðbrótandi nýtulkingum av føroysku vísu- og kvæðamentanini. Høvuðsverkið mundi vera LP-plátan, sum kom í 1971, tikin upp í Wifoss-studio á Nyvej á Frederiksberg, har aðrir føroyingar eisini gjørdu sínar plátuupptøkur tey árini.
Okkurt dragandi var við hesari plátuni. Eitt var tann eyðkendi ljómin við upphavligu føroysku kvæða- og vísuløgunum í einum modernaðum búna. Hitt vóru myndirnar á plátuhúsunum. Fýra ungfólk í fremmandum umhvørvi. Umhvarvið av grasfløtu og skógi í baksýni og fýra kátum, føroyskum ungdómum til gongu við ørmunum um herðarnar hvør á øðrum umboðaði eina hugtakandi mótsøgn. Øðrumegin tann rótfesti føroyski ljómin í sangunum á plátuni, og so tað fremmanda idýlliska umhvørvið á myndunum, sum ikki var úr heimligum jørðildi. Tríggir ungir menn og ein kvinna. Ein eind. Gentan við kritahvítum hári, gulari troyggju, belti um miðjuna og stuttum niðurdeili. Vøkur og dragandi sum ein álvagenta. Soleiðis gekk og sang hon seg inn í hjørtuni á føroyingum.
Danska sjónvarpið hevði í heilum boð eftir Harkaliðnum. Í væl umtóktu undirhaldssendingini "Musikalske venner", sum Sten Bramsen legði til rættis, stigu tey fleiri ferðir á pall. Hetta mundi vera fyrsta ferðin, at sangir á føroyskum vórðu bornir fram á so ábærum palli fyri øllum Danmark. Tey komu tí at gerast fremstu mentanarligu sendifólkini úr Føroyum í Danmark hesi árini. Boð eru seinni eftir Anniku í danska sjónvarpinum sum solisti. Í 1979 sang hon "Alduna" á føroyskum í danska Melody Grand Prix-num.
Annika er tann karismatiska songkvinnan. Teatralsk og rúnarbindandi. Men hon er eisini annað enn sangari og sangtulkari. Sum longu nevnt, er hon so mangt. Sum frá líður verður tað kanska soleiðis, at tað, sum fer at standa fastast eftir av øllum tí, sum hon hevur fingist við og lagt eftir seg, eru sjálvir sangirnir. Hennara sangir. Annika er í veruleikanum kanska fram um alt annað tónaskald.
Hóast hon ikki leikar á nakað ljóðføri, smíðar hon løg sjálv. "Dropin" - á LP-plátuni hjá Harkaliðnum frá 1971 - er hennara fyrsta lag. Dropin staðfesti, at nú høvdu vit ikki einans eina spennandi songkvinnu, men eisini ein gávaðan songsmið. Óteljandi eru tey løgini vorðin, sum hon hevur gandað úr sínum dýpi uttan at hava nakað ljóðføri til hjálpar. Løgini búnast innan í henni. Við sínum musiska mátti kallar hon tey fram. Ofta kompleks og hugtakandi løg. "Snigilin" á "Endurljós"-útgávuni er eitt dømi av fleiri um dygdargóð og fullfíggjað løg, ið hon hevur smíðað. Aloftast hevur bróðirin, Gunnar, yrkt, stundum pápin, Karsten Hoydal. Sangtekstirnir hjá Gunnari og løgini hjá Anniku eru ein kraftfull symbiosa. Tekstirnir geva løgunum flog, og øvut.
Annika sang seg eisini inn í hjørtuni á føroyskum børnum í 70-árunum við hinari minniligu appelsingulu LP-plátuni. Sangirnir eru sum perlur á snóri. Hoyrir tú t.d. "Lítla Marin droymdi", gongur tú og murrar hann innantanna fyri dagin. Har eru allar hinar plátuútgávurnar. Annika og Jógvan (Telling) í 1977. Eisini ein dygdarútgáva, sum tíverri ongantíð er givin út á fløgu ella talgild á annan hátt. So eru tað eginútgávurnar, "Mit eget land", "Spor í sjónum", "Dulcinea", "Havið", o.s.fr. Týðandi klípi í okkara nýggja sangskatti.
Og tá ið so jubileumsútgávan "Endurljós" kom í 2015, sannaðu øll, at Annika er framvegis still going strong. Hóast hon hevur sungið í hálva øld, er sangrøddin at kalla enn hin sama. Ein lívsjáttandi kraft gjøgnumseyrar hesa útgávu og staðfestir, at Annika hevur av røttum vunnið sær støðu sum okkara mæta songdiva.
Tað kundu verið so mong, sum skrivaðu Anniku hesar reglur, men um eingin annar hevur skjøttað eftir tí, at hon hevur stóran føðingardag í dag, so taki eg lutin á meg. Eg eri bara ein av ivaleyst mongum øðrum, sum havi kent fløvan av hennara sangum og hennara rødd. Í útvarps- og seinni sjónvarpssendingum hava okkara vegir krossast. Eg havi sitið í hugnaligu húsunum hjá foreldrum hennara uppi á høvdini í Hoyvík omanfyri Hoydalar, hagar hon hevur vitjað við jøvnum millumbili. Útsýnið er einastandandi. Hon segði frá, hvusssu hitt skiftandi føroyska veðrið hugtekur hana. Haðani sær hon alt litspælið í havsbrúnni, og í tøgnini lýðir hon á orkesturljómin av brimi og sjóroki inni við land. Morgunin eftir er kvirt og slætt og havið blikar. Eingin dagur er líka.
Eg havi eisini verið á gátt í Admiralgade í hjartanum í Keypmannahavn, og tvær ferðir hava vit fylgst í Frederiksberg Have, sum var hin gátuføra lundin, sum manningin í Harkaliðnum sást avmyndað í á plátuhúsanum í 1971. Ein góðveðursmorgun í mai 2008 fingu vit eina heila útvarpssending burturúr samrøðu á einum beinki í Frederiksberg Hava. Aftaná – við einum kaffimunni í eini fortovskafé í Vesterbrogøtu – segði hon frá ommuni á Vesturbrúgv, sum hon búði hjá, tá hon gekk á leikskúla. Hennara íbúð var miðdepilin hjá Harkaliðnum, sum upprunaliga var ein útisetabólkur.
Hóast Annika nú fer um tey sjeytifimm, kenni eg meg sannførdan um, at hon er ikki liðug enn. Okkurt liggur eftir. Løgini bylgjast mestur framvegis innan í henni. Kanska fer hon at kalla okkurt av teimum fram, tá andin legst á hana. Kanska okkurt vakurt várkvøld uppi í húsinum á høvdini omanfyri Hoydalar við útsýni eystur- og suðureftir, har "mánin hann skínur yvir Nólsoyarfjørð, hann skínur og dandar, so vit verða ør".
Takk fyri sangin, Annika.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Minningarorð
Sum tíðum vitjandi í svimjihøllini í Gundadali, gerst tú oftast partur av onkrum hugfarsligum práti, - undir skúrbaðnum, í baðstovuni ella í grynra endanum av stóra hylinum. Ein dagin fingu vit báðir Poul Nolsøe okkum eitt drúgt prát í hylinum, vit kennast úr Mentamálaráðnum, har hann virkaði sum løgfrøðingur, meðan eg tók mær av politikkinum. Vitsti at hann og Kaj Aage Troest vóru javnaldrar og vinmenn, og at teir vóru floksfelagar á Føroya Læraraskúla, haðan teir fingu prógv í 1966. Poul var einaferð landsins besti svimjari, og fyrsti formaðurin í svimjifelagnum í Klaksvík, - Ægir.
Hann segði mær, at Kaj Aage var ein hendinga góður svimjari, trupulleikin var bara, at hann vildi alt og dugdi alt. Tónleikari, fótbóltsspælari, hondbóltsspælari, svimjari, fimleikari o.s.fr. Longu í 1961 gjørdu teir báðir av at fara til danska býin Sønderborg á ítróttarháskúla, og Poul heldur, at júst har, á flatlondum, vann fimleikurin á øllum hinum ítróttargreinunum í áhugasferuni hjá Kaj Aage.
Tíðin eftir seinra kríggj og væl fram í fimmtiárini var broytingar- og byltingartíð í Føroyum. Fiskimenn og arbeiðarar skipaðu fyri fleiri stórum verkføllum, norðingar vóru í hørðum læknavíggi, og onkur hevur róð framundir, at hetta var størsti sosiali kampurin um tjóðina nakrantíð. Stríð um materiu og tjóðskap. Hinvegin er hetta kanska eisini byrjanin til tær modernaðu Føroyar. Eystanfyri við Skálafjørðin lógu fleiri bygdir spjaddar við eini balkaniseraðari búseting, har traðarmenn huseraðu, sum fingu úrkomuna av útróðri ella av skipsdekki, og konur og børn teirra stríddust við at fáa hús og heim at fungera.
Onkur skip og virkir vóru, men um hesa tíðina grør ein tilskundan, kveiking, upp í økinum. Havnaløg verða bygd, fleiri virkir koma til, og ein javnur streymur av optimistiskum ungum fólkum flyta til og skipa seg í økinum við alskyns smærri vinnuvirkjum. Entreprenørar í ymsum handverksvinnum, ið uppala lærlingar sum maskinsmiðir, bilmekanikarar, timburmenn, snikkarar, elektrikarar, bókhaldarar, blikkenslagarar, bakarar, kondittarar, hárfríðkarar, radiomekanikarar etc. Deildir hjá peningastovnum og gjaldstova flyta til og slóðbrótandi flakavinna tekur dik á seg. Onnur flyta hendanvegin, tí nógmikið er at taka sær fyri til hendurnar, og ovarlaga í forstandaraskapinum sita menn, ið hyggja langt inn í framtíðina. Niels Pauli Hansen, í Heimistovu, mundi vera primus inter pares í tí høpinum. Ein stórfingin býarætlan verður gjørd, og tað, sum kanska broytir mest av øllum, er nýggi skúlin á Glyvrum, sum stendur liðugur seinast í fimmtiárunum. Har bar til at fáa præliminær- og síðan realprógv. Har vóru allir hentleikar til tátíðarinnar krøv, m.a. serbygd frálæruhøli til alis- og evnafrøði, bókasavn, sangstova og fimleikahøll smíðað eftir størsta máti, sum tá varð nýtt um okkara leiðir.
Tað sum skuldi fáa ovurstóran, fyri ikki at siga avgerandi, týdning fyri økið, var, at ein serliga góður rakstur av ungari og framsøknari kennaramegi kom uttaneftir til hendan nýggja skúlan. Brádliga hamskiftust umstøðurnar, og skúlin gjørdist alt fyri eitt ein trivalig bráðpanna, har ungir hugaðir lærarar tóku fatt á ymsum mótum. Eldhugaðir, hugkveiktir og fúsir lærdu teir frá sær í skúlatíðini og so mikil var megi teirra, at skjótt høvdu teir umframt hesum eisini ment ein ítróttar- og mentanarligan urtagarð við sangi, instrumentalum tónleiki, fimleiki, blaðútgávu v.m.
Fái ikki nevnt teir allar, men hin eygagóði Kaj Aage Troest var ein av hesum. Hann byrjaði sum lærari við Glyvra skúla eftir summarfrítíðina í 1966, og eg haldi meg kunna siga, fyri allar næmingar hansara í 40 ár, at hann var ein hendinga góður lærari. Hóast høvdið var á tremur við nýggjum, frískum og modernaðum tonkum, hevði hann ein viðføddan autoritet og pedagogisku evni hansara vóru óvanliga væl útborin. Uttan gleps og illneitan streymaði ein serligur agi frá pultinum oman í the Audience Hall í tímum hansara, kortini kendist tað sum, at vit, næmingarnir og hann, støðugt stóðu ájavnir í eygahædd. Sjálvt tá órógvin kom á okkum í tannárunum, í realskúlanum, Glyvra Bio dró meiri enn grannin norðanfyri og bókligi áhugin var samsvarandi avtakandi og hugurin til okkurt annað fjas vaksandi, hevði hann tak á okkum. Vit høvdu hann í landalæru í realskúlanum, hóast hann fyri tað nógva lærdi frá sær í stødd- og alisfrøði og í fimleiki sjálvandi.
Framkomni skúlin á Glyvrum hevur verið dragandi í samtíðini, men ein onnur orsøk til, at Kaj Aage flytir inn á Skálafjørðin at búgva og virka er sjálvandi, at hann hevði hitt heiðadámuna Jóhonnu - einkardóttir teirra Jenny av Høgabóli og Karl hjá Pól Nikláa. Tey giftust í 1965. Kaj Aage var borin í heim í Tórshavn í 1942. Sum vinmaður hansara Poul greiddi mær frá, var hann uppi í mongum. Fleiri ítróttargreinum, tónleiki og sum skóti í Skótaliði Sigmunds Brestissonar var hann saman við mongum øðrum unglingum á jambouree í Onglandi í 1957, har hundrað ára føðingardagur Baden Powells og 50 ára dagurin hjá skótarørsluni vóru hátíðarhildin. Á onglandsferðini vórðu ungu skótarnir nógv ávirkaðir av nýggja tónleikinum hjá m.a. Tommy Steele og Everly Brothers. Heimafturkomnir stovnaðu nakrir teirra skifflebólkin “Skiffle Baljan”, sum framførdi í Sjónleikarhúsinum. Kaj Aage leikti á guitar, og ein annar í bólkinum var hin seinri so kendi Faroe Boys bassisturin - og grovmælti sangarin við eyðkendu røddini - Kári Mouritsen.
Ein avgerandi samanrenning, ein symbiosa, sum hevði serliga magnfullan samrakstrarmátt við sær, ið røkkur heilt fram í okkara tíð og fer at røkka langt fram í nýggja tíð, er tá Jóhann Kjeld, Kaj Aage Troest og konur teirra, Svava og Jóhanna, sum kendust fyri tað, hittast aftur her í økinum. Jóhann hevði fingið starv við Glyvra skúla tvey ár frammanundan – í 1964 - og var millum landsins fremstu fimleikarar. Onkuntíð hin besti. Jóhann hevði gjørt fimleik í Havnar Fimleikafelag síðan hann var 12 og Kaj Aage síðan hann var 9 ára gamal, og hesin seinri hevði eisini verið formaður í havnarfelagnum fimleikaárið 1965/66 – árið fyri at hann og Jóhanna fluttu inn í Heiðarnar av búgva og virka. Um hetta mundið skuldi stóri ítróttarkveikjarin Martin Holm taka til, at Havnar Fimleikafelag frameftir fór at fáa ein skarpan gang í kappingini, eftir at Jóhann og Kaj Aage vóru fluttir inn á Skálafjørðin. Kortini skumpaði Martin íðin undir, at teir fingu skipað eitt fimleikafelag, har teir nú virkaðu, hevur Troest seinri greitt frá í einum interviewi.
Í somu samrøðu, sum Ingolf á Marknagarði hevði við Kaj Aage Troest fyri nøkrum árum síðani, segði hann eisini:
”Um ein svimjihylur var her inni tá, so hevði man helst byrjað við svimjing í staðin fyri við fimleiki – ella, møguliga báðum”..............”Eg hevði gjørt nógv burtur úr svimjing tá, og var millum annað niðri og svam við sonevnda gull-liðnum hjá Havnar Svimjifelag. Tað var á høgum støði í samtíðini, hóast tað langt frá var á tí støðinum, sum okkara ungu svimjararnir eru á í dag. Vit svumu millum annað ímóti kenda danska svimjifelagnum Sparta, og vóru eisini við til at svimja um meistaraheitini í Jútlandi. Vit kláraðu okkum so óluksáliga væl, og tað bleiv rættiliga fitt skrivað um tað í donskum bløðum – róð varð framundir, at tað máttu vera danskir venjarar í Føroyum, síðan vit kláraðu okkum so væl, - men soleiðis var tað nú ikki”.
Svimjihylurin, sum ætlanin var at fáa gjørdan longu í 1964, er ikki komin enn, men á Glyvrum var stór og nýggj fimleikahøll. Harvið avgjørdi faciliteturin hvør rás ið skuldi eltast. Jóhann hevði hjálpt Kongshavnar Kvinnufelag við kvøldskúlafimleiki veturin frammanundan, og nú teir hittust aftur, og lítið var fyri ungdómin annars, savnaðu teir tey íðkandi í royndini at stovna eitt veruligt fimleikafelag. Áhugin var stórur, og fimleikafelagið Støkk varð stovnað á Glyvrum hin 23. november 1966. Jóhann og Kaj Aage komu sjálvir á heitið, og síðan hevur at kalla hvørt mansbarn, gentur og dreingir, kvinnur og menn, verið drigin at fimleikinum. Ikki bara higani, men úr stórum parti av landnyrðingsøkinum í landinum. Støkk er sum felag ein gigantur í Føroyum við 700 limum og íðkarum, og fremur nú sítt virksemi í landsins frægastu fimleikahøll – Bylgjuni í Runavík.
Í dag vita tey flestu helst, hvar í landinum Støkk heldur til, men hendan útsøgnin hjá Kaj Aage boðar frá, at soleiðis hevur ikki altíð verið: ”Í Havn vistu fólk als ikki, hvat Glyvrar var fyri nakað, og hvørja ferð, vit høvdu framsýningar har, so bleiv spurt og tosað um tað. Eg minnist, at ein kvinna í Havn einaferð kom til mín, nógv ár aftaná, at Støkk var stovnað, og segði við meg, at eg hevði lært hana, hvar Glyvrar vóru”.
Tað er ikki øllum beskorið at seta so trivaligar varðar eftir seg, sum hesir báðir menninir og konur teirra, men tey raktu beint í ein stóran tørv, eitt vacuum, og organisatoriskt hevur alt verið so væl fyriskipað frá byrjan, at felagið enn stendur sum ein skansi - væl meiri enn hálva øld seinri.
Á ítróttarøkinum er Kaj Aage Troest heiðraður á ymsan hátt, men hann hevur eisini havt áhuga fyri øðrum handans verki. Honum hevur dámað væl at flóta, hevur átt bát saman við øðrum, okkurt hevur hann skrivað og serstakliga væl hava tey bæði Jóhanna dugað at havt slektina hjá sær, og ikki minst at brúkt pensiónistaárini á ferðum innan- og uttanlands.
Hóast hann ikki var nakar unglingi longur, so væl fyri sum hann tóktist, kom tað sum ein stórur skelkur í vikuskiftinum, at hann var farin í annað ljós at vera. Aftur ein váttan um, at ongin okkara kennir dagin og tíman.
Kaj Aage Troest er maður, sum hevur gjørt stóran mun í sínari samtíð. Umframt at vera ein framúr góður kennari í skúlanum, brúkti hann stóran part av sínari frítíð til felagsarbeiði í einari ítróttarfylking, sum ongantíð hevur blomstrað meiri enn tað sama. Lagaligu yvirleveringina megnaði hann eisini. Ein legenda er fallin. Maður sum tók sær so sera væl av sínum nærmastu eisini, altíð stillisliga nærverandi, og hóast hann ikki treivst serliga væl í glæmuni frá almennum ljósvarparum, so sýndi hann kortini í almenna rúminum sín stóra áhuga fyri tí, sum eftirkomararnir tókust við í fimleiki, fótbólti, tónleiki v.m. Helst frøddist hann um at síggja slóðina frá egnum evnum í fleiri teirra - og um at hesi vórðu brúkt og ment øllum til gagns.
Táið tey bæði Jóhanna komu inn í Heiðarnar at búgva miðskeiðis í sekstiárunum, lógu nakrar fáar búeindir spjaddir í fleiri bygdum, nú er alt vaksið saman til ein bý. Motorar sum tey bæði eru ein orsøkin til hendan mikla gróður, Støkk hevur drigið nógv at sær, og ein góður skúli er alt avgerandi fyri okkara eftirkomarar. Gott at okkara kommunupolitikarar tá skiltu, at undirstøða í breiðari merking var fyritreytin fyri vøkstri, tað veri seg fram við landi við havnaløgum, við vegum og brúm og ikki minst við einum skúla, sum stútt og støðugt stendur mát við tíðina og væl tað. Borgarar og initiativ tóku sær av yvirtromini. Úr øllum hesum vaks ein býur, og ein av trivaligu eksponentunum fyri hesum framtaki var havnarmaðurin Kaj Aage Troest, sum tíbetur gjørdist heiðamaður.
Somikið størri er sorgin og saknurin, nú mín gamli og frægi lærari er farin heim í eina av himmalsku tjaldbúðunum at vera í Guðs nærleika. Hjá tykkum sum eftir sita er saknurin ómetaliga svárur, sárini djúp, ikki minst hjá tær - skyldkonuni Jóhonnu. Sorgin hvørvur ikki, kámast kanska nakað við tíðini, vit skulu øll um gravarmúlan einaferð, men sum frálíður fara minnini um ein, ið gjørdi ovurstóran mun í samfelagnum, í samtíðini, at standa eftir sum trivaligir varðar um fyrst og fremst familjumannin, kennaran og ítróttarmannin Kaj Aage Troest.
Sum Poul Nolsøe segði um vinmannin Kaj Aage: “Hann var ein hendinga góður svimjari, trupulleikin var bara, at hann vildi alt og dugdi alt.” Spell at hann, sum í fimleikatímunum plagdi fara oman í taraskógin, í fjøruna, við okkum, í royndini at læra ungu næmingarnar á Glyvrum at svimja, ikki skuldi røkka tí degi, táið ein svimjihøll umsíðir verður reist her í býnum, hóskiligt hevði tá verið, at hesin slóðarin á ítróttarøkinum var hin fyrsti sum leyp út í hylin. Men so skuldi ikki verða. Hann, ið øllum ræður, ætlaði nakað annað.
Hvíl í friði kæri vinur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2020
Eftir ætlan skal føroyska krimisendirøðin takast upp í Føroyum komandi ár
Nú verður leitað eftir leikarum til føroysku krimisendirøðina TROM. Hesum boðar framleiðslufelagið Kykmyndir frá.
Tað er Kykmyndir, sum saman við danska REinvent Studios stendur fyri framleiðsluni av røðini.
Til TROM verður bæði leitað eftir føroyskum og útlendskum leikarum, og leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum. Meira kunning fæst her.
Tað er Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað TROM við støði í krimibókunum hjá Jógvani Isaksen um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.
Upptøkurnar til krimirøðina skulu eftir ætlan gerast í Føroyum í tíðarskeiðnum mars – juni komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020
Magni Christiansen, Blátt Gras, The Gadders og Tabita trýstroynda nýggju høllina hjá leguhúsinum
Í kvøld, leygarkvøldið 21. november, kann ein serlig konsert upplivast online á netinum. Tað er miðilin trubodin.fo, sum bjóðar til konsert við fýra frálíkum føroyskum bólkum. Talan er um Magna Christiansen, Blátt Gras, The Gadders og Tabita.
– Í vár sótu vit í Nesvík og tosaðu um vit ikki áttu at skipa fyri onkrari konsert í okkara nýggju høll. Bæði fyri at fáa høllina brúkta,, og eisini fyri at skaffa pening til at fíggja útbyggingina, greiðir Jørgen F. Andreasen, trúðboðari hjá Heimamissiónini frá.
Tankarnir gjørdust til veruleika og farið varð undir at skipa fyri jólakonsertini
Hóast fleiri onnur tiltøk í Nesvík eru avlýst vegna støðuna við korona, so varð hildið fast um hesa konsertina, ið verður skipað í beinleiðis stroyming úr høllini í Nesvík.
- Vit hava fingið nýmótans tøkni, sum ger hetta møguligt. Hetta fingu vit eina smakkiroynd av til stórmøtini, greiðir Jørgen frá.
Konsertin verður tveir og ein hálvan tíma long. Talan er um eina stuðulskonsert, og tí skal atongumerki keypast fyri 100 krónur á atgongumerki.fo
Magni Christiansen (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Kitty May Ellefsen hevur skrivað bókina "Leyp á bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu", ið snýr seg um sjódypping, og hvussu tað ávirkar teg
– Allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað kenst gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast, sigur Kitty May Ellefsen, sum fríggjadagin gav út bókina “Leyp á bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu”.
Nýggja bókin snýr sum eg um eitt fyribrigdi, sum als ikki er nýtt, men sum er vorðið sera væl umtókt millum føroyingar seinastu árini – sjódypping.
Kitty May er sera áhugað í sjódypping, og hevur hon sjálv dyppað nærum hvønn dag í hálvt triðja ár.
– Ein vinkona bað meg koma við sær at dyppa, eg fór, og tað var so gott. Eg bleiv bitin av tí beinanvegin, sigur Kitty May.
(Mynd: Rannvá Joensen)
Kitty May Ellefsen, ið hevur tvær masterútbúgvingar í ávikavíst løgfrøði og positivari sálarfrøði, er sjálvstøðug vinnurekandi, og rekur m.a. fyritøkuna TravelMindful.
TravelMindful bjóðar fólki positiva sálarfrøði í føroysku náttúruni. Harímillum er sjóterapi ein partur av upplivingini, har arbeitt verður við sjálvtamarhaldi, úthaldni og dirvi, meðan svomið verður á sjónum.
Í byrjanini av hesum árinum hevði koronakreppan við sær, at landamørkini lótu aftur, og ferðafólkini hvurvu, og steðgaði virksemið hjá Kitty May sostatt eisini upp. Tað var tá, hon gjørdi av at skriva eina bók um sjódypping.
Umframt at Kitty May hevur leitað sær vitan um sjódypping frá granskingini, hevur hon eisini verið runt í Føroyum og prátað við fólk, ið dyppa á sjónum. Í bókini roynir hon at svara spurningum um, hvørjir fyrimunir eru við at dyppa, og hvørja ávirkan tað annars hevur.
– Eg havi tað altíð gott, tá eg havi dyppað á sjónum. Eg havi eitt óróligt lyndi, men tá eg dyppi tríggjar til fýra minuttir, fellir alt til ró. Tað er sum fái eg eitt elektriskt sjokk, og alt verður nullstillað. Tað er heilt fantastiskt, at náttúran kann klára at lekja meg hvønn dag uttan heilivág, men soleiðis kenni eg, at hon ger, sigur Kitty May.
Bókin varð givin út fríggjadagin 13. november
Sambært Kitty May eru nógv lekkur støð at dyppa í Føroyum. Serliga dámar henni væl at dyppa í Vágum, men eisini nevnir hon Tjørnuvík sum eitt sera gott stað. Summi dyppa um morgunin, onnur um kvøldið, og henni dámar best at dyppa seint seinnapartin ella um kvøldið.
– Mín kroppur vaknar spakuliga um morgunin, og tað skal hann hava loyvi at gera, sigur hon, og leggur afturat, at hon heldur nú vera eitt gott tíðspunkt hjá fólki at byrja at dyppa, tí sjógvurin er enn heitur aftaná summarið.
“Leyp á Bláman – Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu” er triðja bókin hjá Kitty May Ellefsen. Áður hevur hon givið út bøkurnar “Frá reyðvíni til Marathon” og “5 lyklar – hav ræði á tær sjálvum – ger restina av lívinum til tað besta í lívinum”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Vinnarin varð avdúkaður undir bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í vikuni
Viðrisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir er latin íslendsku Bergrún Íris Sævarsdóttir fyri myndabókina “Langelstur að eilífu”.
Hetta varð avdúkað undir bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í Havn í mikukvøldið.
Grundgevingin ljóðar nakað soleiðis:
”Tær tilnevndu bøkurnar til vðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir hava nøkur evni til felags. Sterkar kenslur eru frammi í teimum øllum. Kenslur av bæði sakni og samveru.
Vit í dómsnevndini eru sannførd um, at allar tríggjar bøkurnar hava dygdir, sum byggja undir felagsskapin millum ættarliðini og byggja brýr fyri lesaran.
Ársins vinnari er 'Langelstur að eilifu', sum tekur útgangsstøði í heiminum og tankagongdini hjá barninum. Her eru ongar forðingar og onki er ómøguligt. Kenslur, sum kunnu vera truplar – øvund og deyðin – verða tiknar upp uttan at søgan gerst ov sorgbundin ella og ógvuslig. Søgan verður stuðlað við stuttligum tekningum, ið víðka søguna á ein stuttligan.
Hetta er ein stuttlig og vælskipað søga um lív og deyða og lívslangan vinskap”.
Hinar tilnevndu bøkurnar vóru ”Loftar tú mær’” hjá Rakel Helmsdal og ”Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat (Vakrasta jólatræið í heiminum)” hjá Juaaka Lyberth.
Virðislønin verður latin annað hvørt ár, og verður vald millum tríggjar bøkur, sum lokalar dómsnevndir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi velja. Ein trímannað dómsnevnd við einum úr hvørjum landi velur so endaliga vinnaran. Við heiðrinum fylgja 60.000 danskar krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Malta legði seg á odda, men innskifti Ári Mohr Jónsson javnaði eftir eitt vælspælt álop. Harvið vunnu Føroyar tríggjar dystir og javnaðu tríggjar og spældu seg í Deild C til næstu Nations League
Føroyar vóru væl betri í 1. hálvleiki í avgerandi dystinum á Malta týskvøldið, men spældu seg ikki til opnar málmøguleikar. Skotini hjá føroyingunum vóru við brotsteigarmarkið, ella nakað longur út, og talan var um leysar bóltar. Størsta møguleikan hevði Brandur Hendriksson, men Bonello í málinum bjargaði.
Malta kom tó nógv betri út til 2. hálvleik, og eins og í Lettlandi og á heimavølli móti Lettlandi og Malta, lótu føroyingar mál inn í samband við ein deyðbólt. Tað varð ikki dekkað nóg væl upp ella ruddað nóg væl burtur, og so so var Guillaumier fríur.
Fýra av teimum fimm málunum móti Føroyum, eru komin upp á deyðbóltar, men heili fýra ferðir hevur liðið hjá Håkan Ericson svarað aftur, aftaná at mótstøðuliði er komið framum - í báðum dystunum móti Malta og í báðum móti Lettlandi. Ári Mohr Jónsson varð skiftur inn fyri Jóannes Bjartalíð, ið ikki heilt rakti dagin, og tá 20 minuttir restaðu í, rann hann væl inn um Mbong á vongbakkinum, og setti fótin á eitt sera gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, sum stóð sterkur í myndini. Leirvíkingurin hevði fingið ein góðan bólt inn um verjuna í høgru frá Gilla Rólantssyni.
Fyrsta landsliðsmálið hjá Ára, og tað vísti seg at gera munin. Føroyar komu undir eitt ávíst trýst, hildu fast og eftir seiansta bríksl varð fagnaðurin stórur.
Føroyar skulu um tvey ár spæla í Deild C í Nations League, og harvið verður mótstøðan betri. Harafturat fær FSF seks milliónir frá UEFA. Håkan Ericson og hansara lið hava ongan kappingardyst tapt. Komandi ár er HM-undankapping á skránni.
UEFA Nations League Deild D, bólkur A
Ta' Qali National Stadium - 17.11
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)
54' Matthew Guillaumier 1-0
70' Ári Mohr Jónsson (Sølvi Vatnhamar) 1-1
Støðan:
Føroyar 12
Malta 9
Lettland 7
Andorra 2
Føroysk frøi á Malta eftir dystin (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Gunnar Vatnhamar skoraði annan landsdystin á rað, tá leirvíkingurin fekk stútað bóltin í lettiska málið - minuttin eftir at heimaliðið hevði lagt seg á odda í tama dystinum. Avgerðin í bólkinum fellur á Malta týskvøldið
Føroyska A-landsliðið javnar til 1-1 við stútara, næstan beint eftir at Lettland hevur lagt seg til odda við einum deyðbólti. Ljóðar hetta kent? Tað hendi á Tórsvølli 10. oktober, og tað hendi aftur í Riga seinasta leygarkvøld.
Eins og fyri beint yvir einum mánaði síðani var føroyska spælið lítið flótandi. Tað koyrdi best eftir málið, har føroyingar vóru omaná.
Í 1. hálvleiki hevði Gunnar Vatnhamar ein stútara, sum fór nakað omanfyri. Tað var tað. Annars var talan um nógvar langir bóltar, long innkøst og fleiri deyðbóltar ið bert góvu hálvar støður. Klæmint og Meinhard Olsen fingu lítið burturúr í álopinum - tó at Klæmint fekk nógv fríspøk, og umstøðurnar vóru truplar - og bakkarnir sluppu sjáldan til sín rætt í álopskenda spælinum.
Gilli Rólantsson var hesaferð valdur fram um Jóannes Kalsø Danielsen á høgra bakki. Tað var týðiligt, at Brandur Hendriksson og Hallur Hansson vóru saknaðir at stýra spælinum, hóast menn stríddust væl.
(Mynd: EPA)
Spælið hjá heimaliðnum var heldur ikki nakað at reypa av, men Viljormur Davidsen, ið var liðformaður móti Lettlandi, einaferð í 1. hálvleiki varð noyddur at bjarga á strikuni.
Hann og hinir føroyingarnir megnaðu ikki at forða Lettlandi at skora í samband við eitt frísparksinnlegg úr høgru, sum varð snittað víðari. Kamiss kundi lættliga seta bóltin í málið, og so var liðið hjá Håkan Ericson á veg móti fyrsta tapinum í einum kappingardysti.
Tíbetur svaraðu føroyingar aftur í næsta álopi. Viljormur legði høgt innfyri úr vinstru, og við aftaru stong leyp Gunnar væl upp, og stútarin sigldi í longra málhorn. Helst ætlaði leirvíkingurin at stúta bóltin víðari til ein viðleikara, men: Mál nummar tvey uppá fýra dagar hjá víkinginum í baltisku londunum. Gunnar spældi allan dystin - fyrst sum vinstri miðvallari, og síðani sum makkari hjá bróðrinum Sølva, sum spældi saman við Rógva Baldvinssyni á sentrala miðvøllinum, áðrenn Rógvi varð avloystur miðskeiðis í 2. hálvleiki av Ára Mohr Jónsson. Ári spælir vanliga sum vinstri bakkur, men var hesaferð á kantinum.
Málið hjá Gunnari Vatnhamar tryggjaði Føroyum fjórða javnleikin á rað móti Lettlandi. Tað varð ikki heilt nær við, at nakað avgerandi mál kom, og so var lagt upp til at avgerðin skuldi falla á Malta tríggjar dagar seinni.
UEFA Nations League Deild D, bólkur A
Daugacas stadions, Raga - 14. november
Lettland - Føroyar 1-1 (0-0)
59' Vladimir Kamiss 1-0
60' Gunnar Vatnhamar 1-1
Ta' Qali National Stadium
Malta - Andorra 3-1 (0-1)
Støðan eftir fimm dystir:
Føroyar 11
Malta 8
Lettland 4
Andorra 2
Mynd (EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Føroyska U21-landsliðið var eina løtu á odda 3-0 og fekk trý stig við heim
Sámal Erik Hentze og hansara U21-landslið tryggjaðu sær týsdagin sín triðja sigur í heyst. Tað gjørdu teir í kuldanum í Shymkent í sunnara parti av Kasakstan í seinasta dystinum í hesari EM-undankappingini.
Í fyrsta dystinum í undankappingini vann Kasakstan 3-1 á Svangaskarði, men hesaferð vóru okkara omaná. At Sámal Erik Hentze hevði sett ungu menninir rætt upp, er eingini ivi um. Føroyar vóru betri í 1. hálvleiki og Stefan Radosavljevic skoraði eitt sera gott mál - hansara fjórða í kappingini.
Føroyska liðið byrjaði eisini 2. hálvleiki væl, tá liðskiparin Petur Knudsen var til reiðar á einum leysum bólti, ið hann setti væl inn vinstra beininum - eins og Stefan. Triðja málið í undankappingini hjá Petur, sum henda dagin spældi sín seinasta U21-landsdyst. NSÍ-leikarin verður allarhelst verður at síggja A-landsliðnum komandi ár.
Petur Knudsen skorar her ímóti Ísrael. Hann hevur veruliga gjørt um seg í landsdystunum í heyst (Mynd: Sverri Egholm)
Ein leikari, ið verður verandi á U21-landsliðnum, er 18-ára gamli Jonn Johannesen, sum skoraði til 3-0 til Føroyar í dag. Hetta var fyrsta málið á U21 hjá klaksvíkinginum, ið var til reiðar uppá ein returbólt.
Trý mál og trý stig "komu eisini við til Føroyar", hóast heimaliðið slapp inn í dystin aftur. Beint eftir málið hjá Jonn, megnaði Rói Mørk Hentze, ið annars stóð trygt, ikki at halda einari langari sending, og málverjin fór skramblandi út í Samuel Chukwudi, og so kundi Ramazan Karimov trilla bóltin í eitt tómt mál. Eitt korter seinni fekk Kasakstan eitt sera tunt brosstpark, ið varð umsett til mál, men hóast onkra spenta støðu, so kom sigurin hjá Føroyum ikki heilt í vanda.
Hann ger, at liðið hjá Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen kemur upp á níggju stig - øll eru komin í heyst - ið er næsthægsta stigatalið hjá U21 nakrantíð.
Í undankappingini til EM 2011 fingu Føroyar heili 11. Fýra undankappingar hava verið síðani, og hetta er fyrstu ferð síðani, at U21-landsliðið kemur uppum sjey stig.
U21 EM-undankapping, bólkur 6
Kazhymukan Munaitpasov Stadium, Shymkent - 17.11
Kasakstan - Føroyar 2-3 (0-1)
20' Stefan Radosavljevic (Pætur Petersen)
49' Petur Knudsen
64' Jonn Johannessen (Ari Olsen)
65' Ramazan Karimov
80' Oralkhan Omirtaev (br.)
Føroyar (4-4-1-1): Rói Mørk Hentze - Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen - Pætur Petersen (77' Ragnar Samuelsen), Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic (90' Arnbjørn Svensson), Lukas Giessing (85' Hanus Sørensen) - Petur Knudsen (L) - Jonn Johannesen (77' Hjalti Kárason Djurhuus)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2020
Kvinnulandsliðið til seinasta landsdystin í ár, er úttikið. Hópurin fer til Norðurírlands um eina góða viku
Nú er bert ein landsdystur við føroyskari luttøku eftir í 2020. Talan er um seinasta undankappingardystin hjá A-landsliðnum við kvinnum á útivølli móti Norðurírlandi. John Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin, og har er serliga eitt navn, ið kann vekja ans.
Durita Hummeland er nevniliga úttikin aftur til A-landsliðið, eftir at hon ikki hevur verið at sæð í landsliðsbúnanum í meira enn eitt ár. Verjuleikarin hevur spælt væl á meistaraliðnum hjá KÍ í ár, og hon verður altso við í hópinum, sum fer til Norðurírlands um eina góða viku.
Tær, sum eru úttiknar til seinasta dystin í hesari undankappingini eru hesar:
Málverjar
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, Frederiksberg Boldklub (Danmark)
Verjuleikarar
Marita á Fríðriksmørk, ÍVB
Maria á Lakjuni, ÍVB
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Sarita Maria Mittfoss, HB
Hanna Lamhauge Jacobsen, B36
Miðvallarar
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Elisabet Vang, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jacoba Langgaard, ÍVB
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Áleyparar
Heidi Sevdal, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, ÍVB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Føroyska hondbóltslandsliðið fyri kvinnur fer ongan veg til Hvítarusslands á hesum sinni - kappingin er útsett til mars
HM-undankappingin hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum skuldi verða 4. til 6. desember í Minsk í Hvítarusslandi, er útsett.
Kappingin verður ístaðin 19. til 21. mars næsta ár.
Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur boðað frá, at allir dystir í HM-undanspælinum hjá kvinnum eru útsettir. Orsøkin er torføra korona-støðan í Evropa við avmarkaðum ferðamøguleikum millum londini, avbjóðingar við at hýsa trimum-fýra liðum saman, eitt trygt umhvørvi í mun til smittuna og vantandi venjing fyri leikarar vegna lock-down í fleiri londum.
Føroyska liðið kemur ístaðin at hava venjingar í Føroyum í tíðarskeiðnum 24. november til 4. desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2020
Ætlanin var, at hálvføroyski nevnaleikarin í desember skuldi til Las Vegas at royna seg móti WBO heimsmeistaranum Amanda Serrano, men orsakað av korona, verður hetta av ongum
Hálvføroyski IBF-heimsmeistarin í fjøðurvekt, Sarah Mahfoud, hevur seinastu tíðina brúkt nógva orku uppá at fyrireika seg til søguligu HM-uppgerðina móti Amandu Serrano, WBO heimsmeistara, ið eisini verður roknað sum heimsins besti kvinnuligi boksari tvørturum allar vektbólkar.
Eftir ætlan skuldi hon til Las Vegas í desember at kappast um heili trý HM-belti.
Men síðsta hósdag fekk Sarah Mahfoud tey keðiligu boðini, at uppgerðin varð avlýst orsakað av korona – bæði støðan í USA og eisini koronamutatiónin hjá donsku minkunum.
– Hetta er størsti dysturin, eg havi havt møguleika fyri at boksa. Og so enntá í Las Vegas. Bara tað at sleppa haryvir at boksa í høvuðsstaðnum fyri boksing hevði verið stórt, sigur Sarah Mahfoud við DR.
– Sjálvandi kann mann ongantíð siga, at venjingin hevur verið til fánýtis, men tað hevur hon jú. Vit hava jú sett alt hetta í verk fyri einki, sigur nevaleikarin, sum hevur vant hart í ein mánað.
Sarah Mahfoud vónar, at hon fær høvi at royna seg móti Amandu Serrano eina aðru ferð, men hon veit, at eitt stórt arbeiði krevst fyri at fáa slíkt í lag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2020
Býráðið í Klaksvíkar kommunu skipaði seg mikukvøldið
Á nýggjárinum verður tað sambandsmaðurin Karl Johansen, sum fær borgarstjóraketuna frá Jógvani Skorheim úr Sjálvstýri, sum seinastu átta árini hevur havt ræðið í Klaksvík.
Tað varð avgjørt á býráðsfundi mikukvøldið, tá býráðið í Klaksvíkar kommunu skipaði seg.
Karl Johansen varð av meirilutanum skotin upp at vera borgarstjóri, og einki annað uppskot kom. Sjey kommunustýrislimir atkvøddu fyri, og fýra atkvøddu blankt.
Kárl Johansen fekk 230 atkvøður á kommunuvalinum, og bleiv sum tann einasti valdur inn fyri Sambandsflokkin.
Atli S. Justinussen úr Fólkaflokkinum, sum fekk 224 atkvøður á valinum, verður varaborgarstjóri, meðan Jógvan Skorheim úr andstøðuni verður annar varaborgarstjóri.
Samgongan í Klaksvíkar býráði er skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2020
Hann var toppskorarin á kommunuvalinum við 103 persónligum atkvøðum – varaborgarstjóri komandi fýra árini verður Eyðstein Zachariasen
Tað verður Jógvan Kruse, sum avloysir Heðin Zachariassen sum borgarstjóri í Sunda kommunu komandi ár.
Tað gjørdist greitt, tá nývalda býráðið í kommununi skipaði seg í farnu viku.
Jógvan Kruse var eisini tann í kommununi, sum fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum. Hann fekk 103 persónligar atkvøður á Lista A.
Varaborgarstjóri komandi fýra árini verður Eyðstein Zachariasen, sum fekk næstflestar atkvøður á Lista A – 91.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Tveir býráðslimir atkvøddu ímóti uppskotinum um at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra, men Anita Vibergsdóttir varð einmælt afturvald til varaborgarstjóra
Hósdagin var almennur býráðsfundur á Tvøroyri, har nývalda býráðið í kommununi skuldi skipast.
Har gjørdist greitt, at Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir halda fram sum ávikavíst borgarstjóri og varaborgarstjóri.
Anita Vibergsdóttir varð einmælt vald til varaborgarstjóra, meðan tveir býráðslimir atkvøddu ímóti at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra. Sambært Kringvarpinum vóru tað Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum, sum atkvøddu ímóti.
Kristin Michelsen gjørdist annars toppskorari á kommunuvalinum á Tvøroyri. Hann fekk 285 atkvøður. Anita Vibergsdóttir varð vald sum nummar fýra við 85 atkvøðum. Sjey fólk vórðu vald inn í býráðið á Tvøroyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020
Hann var toppskorari á kommunuvalinum við 122 atkvøðum – varaborgarstjóri verður Magnus Skoralíð
Per Martin Gregersen verður borgarstjóri í Eysturkommunu komandi fýra árini. Tað er greitt, eftir at nývalda býráðið skipaði seg fyri viku síðani.
Á kommunuvalinum var Per Martin Gregersen toppskorari í kommununi við 122 atkvøðum. Hann fer at yvirtaka sessin eftir Jóhan Christiansen, sum ikki stillaði upp aftur.
Nýggi varaborgarstjórin verður Magnus Skoralíð, sum fekk næstflestar atkvøður – 118.
Nevndirnar í komandi býráði eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Per Martin Gregersen formaður, Magnus Skoralíð næstformaður, og Hjalti Dalheim
Byggi- og býarskipanarnevnd: Petur Súni Jacobsen formaður, Marjun Andreasardóttir næstformaður, og Magnus Skoralíð.
Vinnu- og havnanevnd: Katrin Kjartansdóttir forkvinna, Marita Klein Joensen næstformaður, og Petur Súni Jacobsen.
Mentanarnevnd: Hanna Jensen forkvinna, Hjalti Dalheim næstformaður, og Katrin Kjartansdóttir.
Umhvørvis- og trivnaðarnevnd: Marjun Andreasardóttir forkvinna, Rúni Justinussen næstformaður, og Marita Klein Joensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Hósdagin varð nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipað – varaborgarstjóri verður Jóannes E. Markná
Hósdag seinnapart varð skipað fyri kommunustýrisfundi á Strondum, har nývalda kommunustýrið skipaði seg.
Artur Johansen, ið var toppskorari á kommunuvalinum í Sjóvar kommunu við 103 atkvøðum, heldur fram sum borgarstjóri.
Varaborgarstjóri verður Jóannes E. Markná, og annar varaborgarstjóri verður Súni F. Olsen.
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd: Artur Johansen, formaður, Súni F. Olsen og Jóannes E. Markná
Tøkni- og Býarskipanarnevnd: Rógvi R. Djurhuus, formaður, Andras Róin og Súni F. Olsen
Trivnaðar- og Mentanarnevnd: Hans Anders Jacobsen, formaður, Steingrím J. Jacobsen og Jóannes E. Markná
Vinnu- og Umhvørvisnevnd: Andras Róin, formaður, Rógvi R. Djurhuus og Steingrím J. Jacobsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020
27 ára gamli Rógvi Egilstoft fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum á Eiði – Tonny Snogebæk Kruse verður varaborgarstjóri
Rógvi Egilstoft verður nýggjur borgarstjóri á Eiði. Hesum boðar Eiðis kommuna frá, nú nývalda bygdaráðið hevur skipað seg.
27 ára gamli Rógvi Egilstoft varð, við 124 persónligum atkvøðum, toppskorarin í Eiðis kommunu á kommunuvalinum. Hann yvirtekur sessin hjá Jógvan í Skorini, sum hevur verið borgarstjóri seinastu tvey valskeiðini.
Nýggjur varaborgarstjóri verður Tonny Snogebæk Kruse, sum fekk næstflestar atkvøður í kommununi.
Nevndirnar í nýggja bygdaráðnum verða skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin: Rógvi Egilstoft, Tonny Kruse og Annsy Høghamar. Varalimur Tummas Súni Joensen
Tekniska nevnd: Tummas Súni Joensen, Kristian Martin Juul og Tove Samuelsen. Varalimur Fríða Joensen
Trivnaðarnevnd: Fríða Joensen, Tove Samuelsen og Tummas Súni Joensen. Varalimur Annsy Høghamar
Almanna- og heilsunevnd: Tove Samuelsen, Annsy Høghamar og Fríða Joensen. Varalimur Kristian Martin Juul
Vinnu- og havnanevndin: Tonny Kruse, Kristian Martin Juul og Tummas Súni Joensen. Varalimur Tove Samuelsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2020
Seinasta fríggjadag varð Janus Thomsen afturvaldur til borgarstjóra í Hvalbiar kommunu – Ronni Hammer verður nýggjur varaborgarstjóri
Fríggjadagin í síðstu viku varð nýggja kommunustýrið í Hvalbiar kommunu skipað, og tá varð avgjørt, at Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í kommununi, meðan Ronni Hammer verður nýggjur varaborgarstjóri.
11 fólk stillaðu upp til kommunuvalið í Hvalbiar kommunu, og sjey teirra vórðu vald inn í kommunustýrið. Afturvaldi borgarstjórin fekk flestar atkvøður.
Tey, ið manna nýggja kommunustýrið, eru hesi:
Janus Thomsen, 107 atkvøður
Ronni Hammer, 68 atkvøður
Thorstein Thomsen, 47 atkvøður
Niels Olaf Eyvindsson, 47 atkvøður
Eir J. Norðberg, 42 atkvøður
Gunnhild Mortensen, 40 atkvøður
Martin í Nesi, 33 atkvøður
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2020
Halltóra Joensen, ið fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum, verður varaborgarstjóri
Eyðbjørn Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Sumbiar kommunu. Tað er greitt eftir at nývalda bygdaráðið í kommununi skipaði seg mikukvøldið.
Á kommunuvalinum fekk Eyðbjørn Thomsen næstflestar atkvøður – 65. Toppskorarin var Halltóra Joensen við 71 atkvøðum. Hon verður varaborgarstjóri.
Tey, ið manna nýggja kommunustýrið í Sumbiar kommunu, eru hesi:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2020
Andreas Berg, ið gjørdist toppskorarin á kommunuvalinum, heldur fram sum varaborgarstjóri
Tað verður Ása Holm, sum fer at yvirtaka borgarstjórasessin eftir Mikkjal Sørensen, sum ikki stillaði uppaftur á kommunuvalinum í ár.
Tað er greitt, eftir at nývalda bygdaráðið í Porkeris kommunu hevur skipað seg.
Fimm umboð vórðu vald inn í bygdaráðið, og Ása Holm varð næstvald við 33 atkvøðum.
Tveir listar stillaðu upp til valið í Porkeris kommunu – Listi A og Listi B. Nývaldi borgarstjórin er tann einasta, sum er vald inn á Lista B.
Andreas Berg, ið fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Porkeris kommunu, varð afturvaldur til varaborgarstjóra. Hann gjørdist toppskorarin við 40 atkvøðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2020