Nú sæst ein endi á umfatandi umvælingararbeiðinum
Stórur partur av viðinum er skiftur út, nýggjur motorur verður settur í fyrsta dagin og so verður farið undir at innrætta skipið til fyrstafloks ferðafólkatilboð
Leygardagur 05. desember 2020 | Nr. 8 | Árgangur 1 | Kr. 0,00
Stórur partur av viðinum er skiftur út, nýggjur motorur verður settur í fyrsta dagin og so verður farið undir at innrætta skipið til fyrstafloks ferðafólkatilboð
SíÐa 9
SíÐa 6
SíÐa 3
SíÐa 17
SíÐa 34
SíÐa 7
Góðan lesihug og gott Vikuskifti
Danska stjórnin gjørdi hóskvøldið avtalu við fleiri av flokkunum í Fólkatinginum um, at Danmark skal ikki geva fleiri leitilovyi í Norðsjónum, og at framleiðslan av olju og gassi skal steðga um 30 ár, í ár 2050.
Neyvan er nakar ivi um, at hesi tíðindi hava fingið fólk her heima at spyrja: hvat við okkum, og hvat við grønlendingum, sum jú eru partur av Ríkisfelagsskapinum. Stutta svarið er, at danska avgerðin hevur onga ávirkan á tað føroyingar og grønlendingar fyritaka sær á oljuøkinum. Vit sjálvi eiga hesi rættindi og avgerðina.
Grønland hevur gjørt púra greitt, at tað ynskir at fáa útlendsk oljufeløg til Grønlands at leita eftir kolvetnum. Hesi skulu vera við til at menna grønlendska samfelagið.
Og Føroyar hava somu støðu. Eitt samt Løgting hevur givið grønt ljós til oljuleiting fyri ikki so langari tíð síðani eftir ynski frá landsstýrinum. Núsitandi landsstýrismaður í oljumálum hevur eisini gjørt greitt, at hetta framhaldandi er teirra politikkur og hevur bjóðað útlendskum oljufeløgum at koma til Føroyar at leita og brúka sonevndu “Open Door” leitiskipanin til tess, nú eingin verulig útbjóðing stendur fyri framman.
Jarðfeingi ger í løtuni eitt stórt og professionelt arbeiði til tess at skapa fyritreytir fyri komandi leiting, tvs. tey kanna og tulka data, sum so verða latin teimum oljufeløgunum, ið vísa áhuga. Og tey eru eftir øllum at døma fleiri. Og orsøkin til tess er tann, at hesi feløgini longu hava gjørt stór olju- og gassfund beint hinumegin føroyska markið.
Fleiri stórar útbyggingar standa fyri framman, og tá og um hesar verða framdar, fara tær av álvara at varpa ljós á føroyska landgrunnin, sum er næsti granni hjá útlendsku oljufeløgunum á bretska landgrunninum. Feløgini hyggja longu eftir føroyska økinum nær markinum, sum tey uttan iva halda eru framhald av olju- og gassgoymslunum tey hava funnið bretsku megin markið. Vónandi er tað tí bara ein spurningur um tíð, til tey ella onkur teirra lata inn umsókn til føroyskar myndugleikar um at fáa leitiloyvi her.
Leiting, vita vit av royndum, gevur sera nógv avleitt virksemi, og tað gagnar sera dugnaligu og nútímans føroysku veitingarvinnuni. Eisini koma útbyggingar bretsku megin markið at geva nógv arbeiði til veitingarvinnuna her á landi.
Nú vil onkur siga, at tá Danmark gevst við leiting, so er lagamanni, at vit gera tað sama. Men tað er tað ikki. Her ber als ikki til at samanbera. Danir hava longu forvunnið meira enn 500 mia. kr. frá oljuvirkseminum umframt mongu inntøkurnar hjá nógvu arbeiðsplássunum í oljuvinnuni. Og hartil er at siga, at donsku goymslurnar eru um at verða tømdar. Teir hava tí troytt meginpartin av ríkidøminum í teirra undirgrund.
Sjálvandi skulu bæði føroyingar og grønlendingar, sum enn ikki hava havt stóru fyrimunirnar av leiting ella framleiðslu av kolvetnum, hava sama møguleika at gera hetta sum danir, vitandi, at eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at vera galdandi í mong mong ár aftrat, samtíðis sum farið verður undir grøna orkuskiftið. Tørvur verður á báðum. Verða olja og gassfund gjørd ávikavist í Føroyum og Grønlandi, tá kunnu hesi fáa alstóran týdning fyri samfelagsbúskapirnar í hesum londum og hvør veit - gera hesi meira sjálvbjargin.
Vit í Føroyum hava ikki meira enn sett skjøtil á. Vit brúktu mong ár og kreftir til at fáa avtalu við Danmark um rættindini til undirgrundina og sama við samráðingunum við bretar um at fáa markið uppá pláss. Hetta var fyrsta fortreytin fyri at skapa grundarlag fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum. Henda gjørdist veruleiki, og vórðu 9 brunnar boraðir. Ein virkin kolvetnisskipan varð staðfest men einki lønandi fund tá. Síðani er tað hent, at bretska oljuvinnan hevur otað seg longur og longur vestureftir móti Føroyum og eru tey flestu stóru olju- og gassfundini á bretska landgrunninum seinastu árini gjørd nettup tætt við Føroyar. Hetta er tí ein náttúrlig ábending um, at helst finnast goymslur her hjá okkum eisini.
Men skulu vit kunna staðfesta tað, so má leiting til. Teir 9 brunnarnir higartil eru at meta sum ein dropi í havinum. Tú mást bora meira fyri at raka við. Vestan fyri Hetland vórðu nærum 200 brunnar boraðir, áðrenn rakt varð við. Men hesir hava so megnað at finna fram til tey øki, har oljan goymir seg. So ein kann siga, at oljuboringarnar á bretska landgrunninum í veruleikanum eru partur av fyrireikingini til at finna kolvetni í okkara øki eisini.
At fyrigykla sær, at Føroyar kunnu ikki vera grønar, uttan so at øll oljuleiting verður stegðað, er ikki rætt. Til ber at fremja orkuskiftið á nógvum økjum í landinum um somu tíð, sum tú roynir at finna fram til, um kolvetni eru í føroysku undirgrundini.
Stórur partur av viðinum er skiftur út, nýggjur motorur verður settur í fyrsta dagin og so verður farið undir at innrætta skipið til fyrstafloks ferðafólkatilboð
Tá stolta tvímastraða farið, Norðlýsið, annar nýbygningur frá Tórshavnar Skipasmiðju, einaferð út móti sumri verður siglingarklárt aftur, verður tað næstan sum eitt nýtt skip.
Hóast tað kemur at síggja stórt sæð eins út og tá tað síðst í januar varð tikið upp á beding hjá Mest í Havn og flutt inn í eina av stóru høllunum á Rundingi, so er so mikið nógv av tilfarinum skift út, at talan verður um – í hvussu so er partvíst – eitt nýtt skip.
Tað er ungi skipstimbrarin Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, sum hegnisliga hevur staðið fyri umfatandi timburarbeiðinum saman við góðum hjálparfólki.
Tá avgerð varð tikin um at taka Norðlýsið upp til umvælingar, var tað í fyrstu atløgu fyri at gera neyðugar umvælingar. Hekkan á skipinum var so mikið illa farin, at hon mátti skiftast út.
Men so hvørt, sum arbeitt varð inn í sjálva sálinum í skipinum, stóð greitt fyri bæði skipstimbrarar og eigarat, at tað ikki var nokk at skifta teir aftastu plankarnar út. Har skuldi meira til.
Skipstimbrarin Guðmundur Sjúrarson Norðbúð hevur staðið fyri umvælingararbeiðinum. Her saman við Frank D. Jakobsen, útgerðarmanni (Mynd: Sverri Egholm)
Fimmti hvør planki skiftur út
Í dag er so at siga allur afturendin, afturdekkið, einstakir aðrir plankar og bond og skansaklædningurin nýggjur. Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð metir, at umleið ein fimtapartur av plankunum og ein tíggjundapartur av spantunum eru nýggj.
- Eitt træskip skal haldast viðlíka. Tað skulu útskiftingar til alla tíðina, staðfestir Frank D. Jakobsen, ið er settur stjóri í felagnum TN24, sum eigur Norðlýsið. Sagt verður um træskip, at tey kunnu liva í ævir, um tey verða røkt væl og rætt. Men tað krevst, at útskiftingar verða gjørdar allatíðina.
Men Frank vísur aftur, at Norðlýsið skal hava verið í óforsvarligum standi tá tað varð tikið upp á land – Norðlýsið trongdi bara til eina yvirháling, sum vísti seg at vera meira umfatandi, enn roknað varð við frammanundan.
(Mynd: Sverri Egholm)
Klárt at seta nýggjan motor í
Frank er spentur at sleppa í gongd við tað, sum hann varð settur til at taka sær av, nevniliga at menna Norðlýsið sum spennandi upplivingarskip fyri bæði ferðafólk og føroyingar, sum skulu brúka farið til serligar upplivingar, bæði styttri túrar og longri við møguleika at gista umborð.
Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at roknað verður við, at nýggi motorurin, ein Volvo Penta diesel – kann setast í Norðlýsið undan jólum..
Tá motorurin er installeraður, verður so farið undir innrættingina av skipinum. Sjálv salongin, innrættað í upprunaliga lastarúminum og lugarið har frammi verður tað sama kenda. Men møguleiki verður at skildra rúmini av, so at skaffingin ikki fer fram í sama rúmi, sum tey ferðandi skulu sova.
- Vesið verður ein attraksjón
Men vesið við brúsu heilt frammi í gronini verður heilt spildurnýtt. Tað eru teir báðir, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam – kendir frá sjónleikapallum, men sum eisini eru dugnaligir snikkarar – sum standa fyri innrættingini í Norðlýsinum.
Teir hava gjørt eitt uppskot til eitt heilt serstakt vesi, sum nærmast verður ein attraksjón í sær sjálvum, sigur Frank, og teir hava eisini gjørt klárt til at byggja koyggjurnar uppaftur.
Trupuleikin var, at slevja var komin millum skins og hold umborð á Norðlýsinum, tí tað ikki var luftútskifting. Alt hetta verður nú gjørt um, so luft sleppur til – eisini við ventilasjónsanleggi, ið eisini tryggjar góða luft undirteks – so at timbrið kann halda seg frískari og ikki vera í líka stórum vanda fyri, at rot og soppur kemur í.
Flotað fyrst í komandi ári
Tá motorurin er ísettur verður eisini farið í gongd við at innrætta galluna – køkin – av nýggjum eftir øllum fortreytum, sum heilsufrøðiligu myndugleikarnir seta. Gallan verður ikki størri enn tann gamla, har verður framvegis bert pláss fyri einum vælvaksnum kokki, men hon verður betri innrættað til matgerð við meira nýmótans útgerð.
Afturi í reyv verður so gjørt skiparakahútt og aðrar umstøður til manningina.
Lítla stýrhúsið er tikið av Norðlýsinum, men verður sett á aftur, tá tað er pussað upp. Her verður møguleiki hjá ferðandi at kroka í sjaskveðri, men annars verður her innløgd nýggj tøkni til navigasjón.
Mastrarnar verða í løtuni slípaðar reinar fyri lakk. Í framtíðini verða tær ikki skínandi lakeraðar, men verða viðgjørdar við olju, sum verður mett at geva eitt betri haldføri. Nýggj segl eru eisini bíløgt, í einum meira haldførum tilfari.
Væntandi verður Norðlýsið flotað aftur fyrst í komandi ári. Men harvið er arbeiðið ikki liðugt enn, men tá ferðafólkavinnan av álvara tekur seg upp aftur – vónandi móti sumri – skuldi verið klárt at bjóða Norðlýsið fram sum siglandi attraktión.
5. mai í ár vóru 75 ár síðani Norðlýsið fór av bakkastokki.
Meira um Norðlýsið á heimasíðuni TN24.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Norðlýsið fer at bjóða alt frá stuttum túrum út um molan og til møguleika at leiga skipið við manning í fleiri dagar
Vælumtóktu túrarnir eystur um Nólsoynna og grotto-konsertirnar í Klæmintsgjógv verða aftur á skránni, tá Norðlýsið aftur fer at gera sínar ferðafólkatúrar út frá fasta atløguplássinum undir Bryggjubakka.
Men nógvar spennandi ætlanir eru í kvittanum, tá Norðlýsið aftur fer í sigling eftir umvæling og uppstiging.
Skipið verður trygdargóðkent til sigling við 50 ferðafólkum, men nú verður størri dentur eisini lagdur á eisini at bjóða fólkum møguleika fyri at gista umborð.
Á sølusíðuni hjá Norðlýsinum, sum vendir sær til altjóða ferðamarknaðin, nordlysid.com, sæst hvørjar túrar møguleiki er at bíleggja longu nú.
Og her er alt frá einum tvey tíma kvøldtúrum út um molan í Havn til møguleika fyri at leiga skipið við manning frá fáum tímum upp til fleiri dagar.
Frank Djurhuus Jakobsen (Mynd: Sverri Egholm)
- Tá vit fara at sigla í privatsigling við gisting, verður møguleiki at hava átta til tólv ferðfólk við. Ætlanin er at skipa fyri serligum túrum, har vit fara til ymisk áhugaverd støð kring oyggjarnar, skipa fyri onkrari vitjan ella gongutúri á landi – alt í samráð og samstarvi við fólkið á staðnum – og kanska hava onkran mat, sum kann veitast lokalt eisini, greiðir útgerðarmaðurin, ella stjórin í Pf. TN 24, Frank Djurhuus Jakobsen, frá.
- Tankin er, at tað, at liggja nátt umborð á Norðlýsinum skal vera eitt serligt upplivingartilboð fyri bæði ferðafólk og føroyingar. Vit kasta akker onkrastaðni, har líkindini eru góð at liggja nátt, og so sigla vit aftur tá sólin kemur upp, og eru so aftur í til dømis Havn til vanliga arbeiðstíð um morgunin.
- Møguleikarnir við einum skipi sum hesum eru endaleysir. Avbjóðingin hjá okkum verður at leggja ferðirnar soleiðis til rættis, at skipið verður gagnnýtt sum best.
- Ein av tankunum er eisini at bjóða fólkum at búgva umborð, tá serlig tiltøk eru kring oyggjarnar, so sum festivalar og summarstevnur, sigur Frank D. Jacobsen.
Skaffingin stóran týdning
Í andanum hjá uppilagsta skiparanum, Birgiri Enni, verður matur eisini ein týðandi og grundleggjandi partur av tilboðnum hjá Norðlýsinum.
- Vit seta krav til manningina, sum mynstrar umborð, at tey skulu duga at gera góðan mat til gestirnar eisini, sigur Frank D. Jakobsen flennandi.
- Hugsast kann, at vit hava onkran, ið dugir at kava eftir skeljadjórum við. So kunnu vit hagreiða og borðreiða spillfekst sjógæti fyri gestunum. Eisini arbeiða vit við at gagnnýta skipið meðan tað liggur undir Bryggjubakka bæði á sumri og vetri.
- Eitt nú við at bjóða verandi matstøðum at brúka skipið. Um eitt hotell, til dømis, hevur ætlanir um at bjóða gestunum ostrur ella hummarar, so riggar tað kanska uppaftur betri, at hetta verður skaffað umborð á Norðlýsinum, sigur Frank D. Jakobsen.
Ein partur av umbyggingarverkætlanini tá skipið er komið á flot aftur og mastrar og bummar komnir upp, er at rigga eitt serligt segl til, so at tann parturin av dekkinum, sum er undir bumminum millum mastrarnar verður innilokaður við møguleika fyri at hita upp.
Júst her er eisini ætlanin at hava eitt lítið skapilsi av kabúss omandeks at hagreiða mat eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Norðlýsið er nýbygningur nr. 2 hjá Tórshavnar skipasmiðju. Listamaðurin Tróndur Patursson var millum teirra, sum í 1984 tóku stig til at varðveita skipið og rigga tað til sum skonnart
Norðlýsið TN24 er annað skipið ið er bygt á Tórshavnar Skipasmiðju. Konstruktørur og byggimeistari var sjálvur Kjartan Mohr. Kjølurin varð strektur 20. apríl 1943, og skipið varð latið Pf. Uvak í Tórshavn 5. mai 1945. Sama dag sum seinni heimsbardagi endaði. Skipið varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip.
Í mai 1948 treyt agn. Norðlýsið fór tí norður um Føroyar við fáum gørnum at royna eftir sild. Jógvan Páll Fjallsbak var skipari. Hettar royndist so væl at teir fóru út aftur við fjøruti gørnum og royndu til ólavsøku. Soleiðis byrjaði tann føroyska sildaveiðan, sum hevði so stóran týdning í fimmti- og sekstiárunum.
Í januar 1953 keypti Pf. Við Sjógv í Kollafirði skipið, og seldi tað seinni til Karl August Jensen keypmann.
Í 1956 var Norðlýsið selt til Klaksvíkar og skrásett sum KG 386. Keyparar vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggi teirra, Fischer Heinesen. Hesir fýra stovnaðu í 1957 Pf. Ekliptika, sum yvirtók Norðlýsið.
Í mars í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar. Jákup Johansen – Jákup hjá Carl á Lag – keypti Norðlýsið. Í nevndini sótu Jákup sjálvur, sonurin Páll og konan Elsa. Skrásetingarnummarið varð nú TN 24. Meðan Jákup hjá Carl á Lag átti Norðlýsið, varð tað í fleiri ár reitt út í Hvalba.
Tróndur Patursson hevur kallað Norðlýsið eitt av sínum fremstu listaverkum (Savnsmynd)
Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip.
Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Tryve Árting og Knút Nolsøe.
Skipið var riggað sum skonnart og munandi broytt bæði omaná og undir dekkinum.
Tróndur Patursson brúkti nógvar tímar við at gera Norðlýsið til tað, vit kenna í dag. Og hann hevur sagt, at hann sær Norðlýsið sum eitt av sínum fremstu listarverkum.
Seinastu mongu árini hevur Birgir Enni verið skipari og vunnið skipinum pláss sum ein ímynd í føroyskari ferðavinnu. Hansara serliga hegni til sjómanskap, gestablídni og ikki minst matgerð hevur lagt tryggar lunnar undir tað serliga gestablídni ið eyðkennur skipið. Birgir legði frá sær í 2020.
Í dag eigur Pf. TN 24 skipið. Pf. Thor í Hósvík, Hans Andrias Frímann Kelduberg og Per Lund Gulklett eiga felagið.
Norðlýsið fór á beding í februar 2020 til umfatandi viðlíkahald og umvæling. Umstøðurnar hjá gestum umborð verða dagførdar, og skipið fær nýggj segl, nýggja maskinu og ljósmotor.
Guðmundur Sjúrðason Norðbúð stendur fyri skipstimburarbeiðinum og Nicolaj Falck saman við Hjálmar Dam standa fyri arbeiðinum niðriundir. O.C. Joensen stendur fyri tøkniliga arbeiðinum.
Kelda: TN24.fo
Birgir Enni, kavari, skipari og kokkur, var ímyndin av Norðlýsinum til hann legði frá sær og seldi sín eigaralut til Hans Andrias Kelduberg og Per Lund Gulklett í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Spyr.fo: Bara løgmaður og Kaj Leo mettir at klára seg “oman fyri miðal” halda veljararnir sambært veljarakanning
Løgmaður er framvegis tann í landsstýrinum, sum klárar seg best, sambært veljarunum, men fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen er farin at geva honum kapping.
Í hinum endanum liggur nú Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sum sambært veljarunum klárar seg líka so illa sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Tá spyr.fo hósdagin undanfarna hósdag gjørdi eina veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti, vórðu veljararnir eisini bidnir um at geva sína meting av, hvussu tey einstøku landsstýrisfólkini hava klárað seg síðan valið fyri 15 mánaðum síðani.
Og sigast kann, at Kaj Leo Holm Johannessen, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana ganga fram í mun til seinast vit spurdu, meðan Helgi Abrahamsen og Jørgen Niclasen ganga aftur.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Bárður á Steig Nielsen standa í stað í mun til 31. august, tá ein av spurningunum í veljarakanningini eisini var: Hvussu heldur tú landsstýrisfólkini hava staðið seg síðan løgtingsvalið?”.
Bárður á Steig Nielsen fær karakterin 3,3, sum er nakað oman fyri miðal. Men í mun til seinastu kanning hevur ein annar landsstýrismaður kálað seg upp um miðalstrikuna, tað er Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú fær karakterin 3,1.
Øll hini landsstýrisfólkini liggja undir miðal.
Nummar trý á listanum er nú Jacob Vestergaard, sum er farin frá 2,7 til 2,8 og síðan kemur Jenis av Rana, sum er farin frá 2,6 til 2,7. Eisini Helgi Abrahamsen fær karakterin 2,7, men er sostatt minkaður í virðing, tí metingin av honum var 2,9 í august.
Niðjast liggja Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jørgen Niclasen við 2,6. Elsebeth fekk somu meting seinast, meðan Jørgen minkar í virðing millum veljararnar.
Um hugt verður eftir, hvat veljararnir hjá samgonguflokkunum halda, so fær løgmaður best karakter við 4,1 meðan Jacob Vestergaard fær 3,9. Samgonguveljararnir hava minst virðing fyri Helga Abrahamsen, sum fær 3,3.
Andstøðuveljararnir geva løgmanni og Kaj Leo Holm Johannesen frætast karakter, báðir 2,6. Jørgen Niclasen liggur eisini í botninum millum andstøðuveljarar, 1,8, meðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir klárar seg eitt lítið sindur frægari, 1,9.
Spyr.fo hevur eisini gjørt upp, hvat veljararnir, sum búgva í høvuðsstaðinum halda um landsstýrisfólkini í mun til veljararnar í restini av landinum. Her er niðurstøðan tann, at høvuðsstaðarborgarar hava nógv minni virðing fyri landsstýrisfólkunum enn tey, sum búgva uttan fyri Tórshavnar kommunu. Sí talvuna herundir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Blaðstjórin á Dimmalætting letur ikki væl at miðlastuðlinum. Útberingarkostnaðurin hjá blaðnum er tvífaldaður síðani 2017, og miðlastuðulin fær skyldina
- Eg haldi, at man eigur at seta spurnartekin við, um miðlastuðulin yvirhøvur er tað rætta.
Tað sigur Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting. Blaðið, sum frá 2014 er útkomið einaferð um vikuna, hevur í miðal fingið 270.000 krónur í miðlastuðli um ári, góðar 800.000 krónur tilsamans.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum arbeiðir við uppskoti um at broyta miðlastuðulslógina, sum hevur verið í gildi síðani 2017.
Sveinur Tróndarson sigur, at endamálið við miðlastuðlinum var at styrka føroysku miðlarnar. Men tað hevur hann als ikki gjørt.
- Hetta er eitt gott dømi uppá vánaligt politiskt handverk, og at man kastar seg út í nakað, sum man hvørki hevur havt førleika ella vilja til at gera, sigur Sveinur Tróndarson.
Sambært blaðstjóranum er størsti parturin av stuðlinum farin til vaksandi útberingarkostnað.
Hann gevur miðlastuðlinum skyldina fyri at Posta hevur hækkað útberingargjaldið, og at kostnaðarstøðið hjá miðlunum hækkað munandi.
- Við miðlastuðlinum hevur tú lagt eitt nýtt gjald á bløðini. Hjá okkum eru útberingarútreiðslurnar tvífaldaðar síðani 2017, og hjá Sosialinum og Norðlýsinum eru tær vaksnar uppaftur meira. Hetta er tí, at man hevur havt ein miðlastuðul inni í myndini. Tað er eingin onnur orsøk, sigur Sveinur Tróndarson.
Tora ikki at nerta Posta
Í samrøðu við Blaðið Vikuskifti í síðstu viku, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at hvat Posta ger, fær hann einki gjørt við. Tað hoyrir undir landsstýrismannin við fíggjarmálum.
- Tað virkar fyri mær, at politikararnir ikki ynskja at nerta Posta. Mentamálaráðið hevur við bløð at gera, og Fíggjarmálaráðið hevur við Posta at gera, sigur Sveinur Tróndarson.
- Men um tú politiskt kann blanda teg uppí hvussu fiskivinnan skal skipast, so kanst tú eisini blanda teg uppí hvussu blaðvinnan skal skipast. Tað er bara eingin vilji, sigur blaðstjórin.
Sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni, so verður tað miðlastuðulsnevndin framyvir, sum fær umsóknir um verkætlanir, og sum síðani skal taka støðu til, hvør stuðul skal latast hvørjum miðli.
Hetta hóvar ikki blaðstjóranum á Dimmalætting.
- Við tí uppskotinum tekur tú redaktionella frælsið frá miðlunum. Tá avgerð miðlastuðulsnevndin hvat er gott at taka upp.
- Tað skal ikki vera ein miðlastuðulsnevnd sum ger av, hvat er vert at stuðla. Tað hugskotið dámar mær als ikki, sigur Sveinur Tróndarson, sum kortini ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til júst tað áðrenn hann hevur sæð uppskotið frá landsstýrismanninum.
Jenis av Rana segði við Blaðið Vikuskifti í síðstu viku, at uppskotið ikki er liðugt enn, men kemur í tingið sum skjótast, og skal vera galdandi frá 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Redaktiónir verða ikki mentar við verandi miðlastuðli. Heldur hinvegin
Niklái Nysted, stjóri á Knassum, sum rekur Portal.fo, leggur ikki fingrar í millum, tá tosað verður um miðlastuðul og hvussu hann skal skipast í Føroyum. Stóð tað upp til hann, so varð miðlastuðulin avtikin, ongantíð ov skjótt.
- Tær tvær milliónirnar árliga høvdu verið betri givnar við at hjálpt onkrum av gøtuni ella til bústaðir til onkran sum var í neyð, heldur Niklái Nysted.
Portalurin hevur seinastu trý árini, miðlastuðulin er latin, verið við millum teir átta, sum hava fingið stuðul øll árini, og hevur móttikið umleið 600.000 krónur tilsamans. Hetta er umleið tíggju prosent av samlaðu upphæddini, sum latin út.
- Tú fjernar initiativi hjá miðlunum at gera nakra menning. Um miðlastuðulin ikki var, vórðu pengarnir komnir aðrastaðni frá, er Niklái Nysted vísur í.
- Við stuðlinum tekur tú initiativið burtur. Tað eru ikki komnir fleiri miðlar síðani, og menningin í føroyska miðlaheiminum av teimum traditionellu miðlum er bara minkað.
- Ja, man kann siga at miðlastuðulin hevur dripið privatu miðlarnar í Føroyum, sigur Niklái Nysted.
Hann heldur ikki, tað átti at verið møguligt hjá politisku skipanini at deilt pengar út til privatu miðlar. Heldur átti almenna Kringvarpið at verið tikið úr kappingini um lýsingarnar.
Tað vildi styrkt tann partin, at miðlarnir blivu meira fjølbroyttir, tí teir fóru eftir lýsarum.
Hann tekur dømi um, at Kringvarpið ikki sleppur at selja netlýsingar, og tað gongur væl hjá netmiðlunum í Føroyum.
Niklái Nysted ímyndar sær við tí, at marknaður hjá onkrum fór at vera at gera sjónvarp. Longu í dag eru fleiri privatar útvarpsstøðir, men her fer Kringvarpið avstað við parti av lýsingunum.
- Tað er ein orsøk til, at eingin annar framleiðir sjónvarp enn Kringvarpið. Kringvarpið hevur milliónir at framleiða fyri, men selur tað út aftur í lýsingum fyri smápengar. Tað hongur ikki saman hjá einum privatum, sigur hann.
Framleiða tilfar til allar miðlar at brúka
Í Mentamálaráðnum verður í hesum døgum arbeitt við uppskoti um at gera broytingar í miðlastuðulslógini. Ætlanin er at býta tær tvær milliónirnar út eftir verkætlanum. Miðlar søkja um eina upphædd at framleiða ávíst tilfar fyri, sum miðlastuðulsnevndin síðani skal meta um.
At onkur skal sita og velja hvør miðil skal klára seg og hvør ikki, hóvar ikki stjóranum á Portalinum.
- Á tann hátt verða redaktiónir og annað ikki mentar, men tær skulu liva upp til krøvini at fáa stuðul. Tað verður ikki tann sum dugir best at dríva ein miðil, sum fær mest. Heldur hinvegin.
Hann skjýtur upp, at miðlastuðulin verður latin journalistum, og at tilfarið, sum verður framleitt fyri peningin síðani verður tøkt hjá øllum miðlum at brúka.
- Um ein útvarpssending verður gjørd, so kann ein útvarpsstøð selja lýsingar áðrenn og aftaná. Um tað til dømis er videotilfar, so er tað ein byrjan í Føroyum til eina privata sjónvarpsstøð. Brúkarin velur so hvar hann hyggur ella lurtar eftir tí, og hetta skapar initiativ til menning fyri at presentera tilfarið best, heldur Niklái Nysted.
Skal stuðul latast, so er tað ein loysn.
Hann vísur eisini á, at slíkur stuðul ikki bara skal vera afturlítandi. Skipanin í dag er soleiðis, at ein nýggjur - kanska slóðbrótandi - miðil als ikki verður tikin við. Tú stuðlar tí gamla, og tað ger at menningin av tí nýggja gongur nógv seinni.
- Almenn uppíblanding er upprunaliga orsøkin til at privatu miðlarnir klára seg illa, og miðlastuðulin hevur bara gjørt tað nógv verri. Privatu miðlarnir fara at klára seg um teir bara fáa frið frá tí almenna, sigur Niklái Nysted.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Bæði sløkkiliðsfólk og Vørn síggja fram til at sleppa at taka nýggju samskiftisskipanina í brúk
Føroya Tele hevur stórar væntanir til samskiftisskipanina, sum undirfelagið FT Samskifti júst hevur ment til føroysku løgregluna.
Í komandi tíðum verður skipanin víðkað til at verða fremsta samskiftisamboð fyri allar partar í føroysku tilbúgvingini.
Nakað, sum bæði løgreglufólk, sløkkiliðsfólk, ambulansuførarar og sjálvboðin eins væl og sett bjargingarfólk hava bíðað við spenningi og longsli eftir.
Stjórarnir á Føroya Tele, Jan Ziskasen, samtaksstjóri, og Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT-Samskifti, dylja heldur ikki fyri, at telefelagið hevur størri ætlanir við Kima.
- Okkara loysn er, so vítt vit vita, unik á marknaðinum í dag, tí hon er einasta skipanin, ið leggur upp til at teir ymsu tilbúgvingarpartarnir kunnu samskifta. Tað at fleiri ymiskir aktørar kunnu skipast í bólkar er nakað heilt serligt við Kima, sigur Jan Ziskason.
Hann hevur vónir um, at Kima kann gerast ein útflutningsvøra hjá Føroya Tele samtakinum.
Tað er tí eitt stórt úrslit fyri Føroya Tele at hava selt skipanina til føroyska politiið. Tí keyparin er jú danska ríkisløgreglan, og um danska politistaleiðslan er nøgd við skipanina í Føroyum, so er als ikki óhugsandi, at tað kann gerast aktuelt at aktivera skipanina aðra staðni í ríkinum eisini.
Hans Jákup Langgaard (Mynd: Jens Kr. Vang)
Aktuelt er tað ein veruleiki, at løgreglan í Grønlandi eisini skal hava nýggja samskiftisskipan, og FT-Samskifti ætlar at leggja eitt boð inn.
- Okkara skipan byggir á farnetið, sum er á staðnum frammanundan, so tað krevur at vit fáa eitt samstarv í lag við Tele-Post í Grønlandi (har fyrrverandi FT-stjórin, Kristian R. Davidsen er stjóri, red.), men tað rokni eg við, at vit kunnu finna útav, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri.
Spent tilbúgvingarfólk
Tá skipanin varð løgd fram á Føroya Tele hósdagin vóru bert vælnøgd orð at hoyra frá teimum, sum fara at taka skipanina í brúk.
- Vit hava verið ótrúliga nógv darvaðir av, at vit hava mist sambandið til okkara bilar, tá teir eru komnir eitt sindur uttan fyri Havnina. Við hesi skipanini hava vit samband alla tíðina.
- Tað, at vit kunnu taka myndir frá vanlukkustaðnum gevur eisini heilt aðrar møguleikar fyri okkum, sigur leiðarin fyri Tórshavnar Sløkkilið, Heini Østerø.
Og Hans David Hansen, innsatsleiðari, var samdur.
- Bara tað, at vit fáa ordiliga ljóðgóðsku í okkara samskiftisskipan er eitt óendaliga stórt framstig fyri okkara arbeiði, leggur hann afturat.
Hans David Hansen, innsatsleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði (Mynd: Jens Kr. Vang)
Eisini Vørn sær fram til at skulu brúka Kima innan alt ov langa tíð.
- Hjá okkum í Vørn snýr tað seg um samskipan um okkurt er á vási. Vit skulu ofta hava samband við fleiri ymsar partar av tilbúgvingini. Tað verður ein ómetaligur fyrimunur, at vit ikki skulu skifta millum samskiftisskipanir, men kunnu halda alt samskifti á eini skipan, sigur Edvard Bjarnason, deildarstjóri á Vørn.
Ólavur Frederiksen roynir dronuna hjá Havnar Bjargingarfelag. Slíkar verða alsamt meira brúktar í sambandi við eitt nú eldsløkkingar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Samskiftið ger eitt skarvslop við nýggjari tænastu frá Føroya Tele
Við nýggju samskiftisskipanini, sum føroyska løgreglan tók í brúk hósdagin, ger tilbúgvingin eisini eitt skarvslop frá analogu skipanini, har skróðandi walkie talkies vóru álitið, inn í talgildu framtíðina, har møguleikarnir tykjast óendaligir.
Tað vóru tveir ernir stjórar á Føroya Tele, Jan Ziskasen, samtaksstjóri, og Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT-Samskifti, sum í dag kundu handa føroysku løgregluni nýggju samskiftisskipanina, sum hevur fingið navnið Kima.
FT Samskifti hevur í drúgva tíð arbeitt við hesi skipanini í samstarvi við svenska kt-risan Ericsson, serliga síðan 2019, tá føroyska felagið vann útboðið um at veita eina nýggja samskiftisskipan til løgregluna.
Fyri Føroya Tele hevur verkætlanin lutvíst snúð seg um at fáa nógv størri nyttu burtur úr 4G netinum, sum fyritøkan sigur vera í heimsflokki.
- Vit hava eitt super net tøkt, sum henda skipanin skuldi knýtast at. Við at gagnnýta kapasitetin á netinum, fær tilbúgvingin ikki bert samband til so at siga øll støð í Føroyum og væl út um landoddarnar eisini. Netið gevur eisini nógv betri ljóðgóðsku enn gomlu walkie talkies og tað gevur møguleika fyri at senda myndir live, greiðir Jan Ziskasen frá.
Soleiðis sær tólið út, sum tey einstøku løgreglufólkini bera uppi á sær (Mynd: Jens Kr. Vang)
Teir einstaku persónarnir, sum eru knýttir til Kima fáa eitt lítið handhildið tól, álíkt eini telefon, sum teir brúka til samskiftið. Møguleiki er fyri at samskifta við átaksleiðara, við starvsfelagar, og eisini við aðrar partar av tilbúgvingini, sum verða knýttir at skipanini.
Michael Boolsen, fúti, fegnaðist eisini stórliga um at kunna taka Kima í brúk.
- Tá eg kom til Føroya á fyrsta sinni fyri 25 árum síðani tosaðu vit um trupulleikar við at kunna tosa saman, tí fjøll komu í vegin. Nú eg aftur eri her, er støðan stórt sæð tann sama, hóast tólini eru eitt sindur nýggjari. Við nýggju skipanini fara vit frá eini tíð, sum kann sammetast við tá føroyingar glaðaðu fyri at geva boð frá sær og inn í 21 øld, segði fútin í síni røðu í sambandi við handanina á Føroya Tele fyrrapartin.
- Vit hava bíðað leingi eftir at fáa nýtt og betri samskiftisamboð. Men sagt verður, at tað besta kemur til tann, ið gevur tol og bíðar, og eg tori at siga, at hetta er tað besta, vit hava fingið, segði Michael Boolsen.
Jan Ziskasen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Nú løgreglan í Føroyum hevur fingið skipanina, verður latið upp fyri at aðrir partar av tilbúgvingini eisini verða knýttir uppí.
Tórshavnar Sløkkilið hevur verið við í menningararbeiðinum eisini, og tað er hugsandi, at tey vera tey næstu. Annars er skipanin ætlað til øll sløkkilið í landinum, til sjúkraflutningstænastuna, Vørn, tyrlutænastuna og bjargingarfeløgini og teirra rescue-bátar.
Men Kima kann eisini brúkast av øðrum, eisini teimum, sum ikki hava beinleiðis við tilbúgvingina at gera.
- Tað kann hugsast, at tildømis Vága floghavn kundi brúkt Kima. Eisini byggifyritøkur, sum eru í gongd við stórar uppgávur, kundu havt gagn av einum slíkum samskiftisamboði, sigur Jans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.
Tað snilda við skipanini er, vísir hann á, at tað ber til at savna brúkarar í bólkar, sum arbeiða við somu uppgávu, eisini millum teir ymsu stovnarnar, sum eru á skipanini. Til dømis løgreglu og ambulansutænastu í sambandi við eina vanlukku tildømis.
Møguleikarnir við at senda livandi myndir kunnu hava stóran týdning.
Ein kann ímynda sær, at løgreglan er fyrst úti til ein eldsbruna. Her kunnu løgreglufólkini brúka teirra tól at senda myndir av økinum beinleiðis til neyðsendarkførini, sum eru á veg út á staðið. Um ein drona verður tikin í brúk – og tað er ongin forðing fyri tí – gerst tað uppaftur betur hjá sløkkiliðsfólkunum, sum sostatt eru nógv betri fyrireikað til uppgávuna, tá tey eru komin fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Gott 6.000 fólk hava nú fingið sær Samleikan hjá Talgildu Føroyum, og nógvar góðar fráboðanir eru komnar inn um Ættarbandsskránna, sigur Ílegusavnið, sum fegnast um áhugan hjá fólki – Villur koma tó fyri, og tí fáa allir føroyingar høvi at koma við rættingum
Nú er ein góður mánaður farin síðani, at Ættarbandsskráin gjørdist tøk á Vanganum hjá Talgildu Føroyum, og gott 6.000 fólk hava nú fingið sær Samleikan.
Áhugin hjá fólki at síggja síni ættarbond er stórur, og tað fegnast tey á Ílegusavninum um.
– Nógvar góðar fráboðanir koma inn, og fólk greiða frá, hvussu tey sita saman, hvør við sínari teldu og samanbera ættartrø fyri at finna felags ella ymisk ættarsambond, sigur Ílegusavnið.
– Endamálið hjá Ílegusavninum at vera við á Vanganum er bæði at geva fólki atgongd til egnar dátur, og fáa allar føroyingar at koma við rættingum. Soleiðis kunnu vit øll saman fáa Ættarbandsskránna endaliga rættlisna.
Arbeiðið við at gera ættarbandsskránna byrjaði í 2007. Tað var tá, at orka var sett av til at fáa kirkjubøkurnar talgildar og upplýsingarnar skrásettar í eini Ættarbandsskrá. Endamálið var at skapa gott grundarlag fyri ílegugransking í Føroyum.
– Arbeiðið hevur tikið tíð, og nógv fólk hava sitið og skrivað upplýsingar úr kirkjubókunum inn á teldu við hond. Tað liggur eitt stórt arbeiði aftan fyri Ættarbandsskránna, sum allir føroyingar kunnu vera bæði glaðir fyri og stoltir av.
Av tí, at orka ikki varð sett av til at rættlesa tað arbeiðið, sum varð gjørt við hond, koma villur fyri. Tað kann vera ein vanlig slagvilla, ella at fólk eru skeivt skrásett, tí tað kann koma fyri, at fólk, sum eru fødd sama dag, eita tað sama. Eitt annað, sum er vanligt í Føroyum, er, at somu nøvn ganga aftur í summum familjum, og tí kann bland vera komið í, sigur Ílegusavnið.
Tí varð avgjørt at gera eina skipan inni á Vanganum, har tað ber til at vísa á villur og senda fráboðan beinleiðis til Tjóðskjalasavnið, sum tekur sær av arbeiðinum at skráseta í skránni. Inni á ættartrænum er møguleiki fyri at skráseta skyldfólk, rætta skyldfólk og koma við viðkomandi upplýsingum. Tjóðskjalasavnið kannar, um umbønirnar eru rættar og metir um, um tær skulu verða gingnar á møti.
Nú tey flestu av teimum 6.000 brúkarunum møguliga hava verið inni á Ættarbandsskránni, hevur savnið fingið umleið 100 fráboðanir. Tjóðskjalasavnið megnar væl at fylgja við, og enn liggja ongar fráboðanir og bíða eftir at blíva avgreiddar.
– Fráboðanir hava verið av ymiskum slagi, fyri tað mesta smáar rættingar í sambandi við føði- ella deyðsdagfesting, rætting í sambandi við stavseting og ynski um at fáa skyldfólk skrásett, sum hava búð uttanlands. Men vit hava eisini fingið onkra einstaka fráboðan, sum vit meta vera álvarsligari enn hinar, har tað snýr seg um, at fólk eru knýtt at onkrum, sum tey ikki eru í familju við. Tað hevur við sær, at hesi koma inn á eitt ættartræ, har tey ikki hoyra heima. Tí eru vit sera fegin um, at fólk vísa áhuga í Ættarbandsskránni og taka sær tíð til at senda okkum rættingar og gera vart við villur. Tað er við til at góðskutryggja upplýsingarnar í skránni, og vit fáa harvið eina neyvari Ættarbandsskrá.
– Nú Ættarbandsskráin er gjørd til ílegugransking, kann ivin um góðskuna í granskingini møguliga stinga seg upp, tí villur kunnu koma fyri, men hartil er at siga, at rættlestur altíð verður lisin, áðrenn Ættarbandsskráin verður nýtt til ítøkiligar granskingarverkætlanir, leggur Ílegusavnið afturat.
Ein avbjóðing hevur tó verið, at fólk ikki sleppa inn á skránna, tí teirra p-tal ikki er skrásett inni á Ættarbandsskránni. Hetta kann hava við sær, at nakrir brúkarar gerast vónbrotnir, tá ið teir spentir ætla sær inn á Ættarbandsskránna, tí tá fáa teir boð um at geva Landsfólkayvirlitinum loyvi at senda Tjóðskjalasavninum teirra p-tal og skulu harafturat bíða í nakrar dagar, áðrenn teir sleppa inn.
Ílegusavnið metir Ættarbandsskránna vera eitt tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks, og tí skal hon vera atkomulig hjá øllum føroyingum. Øll, sum vilja síggja sítt ættartræ, kunnu fáa sær Samleikan og rita inn á Vangan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Uppskotið frá landsstýrinum kemur ikki í bræði
Løgtingið fær ikki eitt uppskot um at javnseta samkynd foreldur frá samgonguni at taka støðu til, áðrenn atkvøðast skal um andstøðuppskotið um tað sama.
Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, við Kringvarpið í vikuni.
- Hetta er ikki so einfalt sum tað verður gjørt til. Tí havi eg sagt, at skulu vit gera tað, so má tað gerast ordiligt. Tað vil siga, at vit ikki klára at gera tað her og nú, tað tekur tíð at gera, segði Helgi Abrahamsen.
"So be it"
Johan Dahl hevur annars hótt samgonguna við, at hann fór at taka undir við uppskotinum frá andstøðuni um einki kom frá samgonguni.
- Tað sum vit eru við at gera í hesari samgonguni, við Miðfloksins hjálp, er at diskriminera ein heilan bólk av menniskjum, sum gjarna vilja fungera eins væl sum tú og eg sum foreldur vilja fungera. Tað haldi eg haldi eg snøgt sagt ikki er í lagi, segði Johan Dahl á tingsins røðarapalli 11. november.
- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, “so be it”, “so be it….”, segði Johan Dahl.
Uppskotið sum andstøðupolitikarar úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt fram, liggur í vinnunevndini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Fluttur á Landssjúkrahúsið í nátt
Rescue Tanum var í týsnáttina úti í Nólsoyarfirði eftir einum manni á einum íslendskum nótabáti, sum skuldi á sjúkrahús.
Maðurin var komin til skaða av einum hávabíti suður móti markinum. Maðurin hevur tað gott, skrivar mrcc.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Ófriður og ótryggleiki mynda í løtuni støðuna í Tigray landslutinum í Norðuretiopia, og humanitera kreppan í økinum er sostatt vorðin alsamt meira álvarsom, og stórur tørvur er á hjálparátøkum, sigur felagsskapurin
Ófriður og ótryggleiki mynda støðuna í Tigray landslutinum í Norðuretiopia. Humanitera kreppan í økinum er sostatt vorðin alsamt meira álvarsom, og stórur tørvur er á hjálparátøkum, sigur Reyði Krossur Føroya, sum í farnu viku avgjørdi at lata 300.000 krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Etiopia.
– Stór fólkaflyting sæst, og fleiri enn 30.000 etiopar hava leitað sær friðskjól í Sudan. Harumframt hava fleiri hundrað etiopar latið lív, og ST metir, at fleiri enn 200.000 etiopar verða noydd at flýggja frá stríðum komandi tíðina.
Tigray landsluturin er heimastaður fyri fleiri enn 600.000 etiopar, sum hava tørv á mathjálp og bráðfeingishjálp. Eisini hava ein millión etiopar tørv á einum trygdarneti.
Reyði Kossur hevur, grundað á meginregluna um neutralitet, fingið loyvi frá stríðspørtunum, at flyta neyðstødd, sum hava tørv á læknahjálp, til heilsudeplar ella sjúkrahús. Harumframt, arbeiðir Reyði Krossur í Etiopia við at leita eftir familjulimum, sum eru burturblivnir orsakað av ófriðinum í Tigray landslutinum.
Reyði Krossur Føroya, sum herfyri fekk oman fyri tríggjar milliónir krónur á landsinnsavningini, lat eisini eina millión krónur til Sýria í undanfarnu viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Hann fór í vikuni til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar, boðar Uttanríkismálaráðið frá
1. desember tók John Rajani tikið við starvinum sum sendimaður Føroya í Ísrael.
Hann varð settur í starv síðst í oktober. Talan er um eina sendistovu, sum hevur verið nógv umtalað, síðani samgongan varð skipað í september 2019, har Miðflokkurin ynskti, at fáa eina sendistovu í Ísrael.
Heimasíðan hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum skrivar, at sendimaðurin í vikuni fór til Ísraels at gera fyrireikingar og kanningar í sambandi við, at sendistovan letur upp. Sendistova Føroya í Tel Aviv letur eftir ætlan upp fyrst í januar.
Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina føroyska vinnuferð til Ísraels. Vinnuferðin verður so skjótt umstøðurnar viðvíkjandi COVID-19 loyva tí.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Tvíkiljan er vinnandi uppskotið í eini kapping um grønar orkuloysnir til alibátar, sum Umhvørvisstovan stendur fyri
Mest hevur sniðgivið eina tvíkilju, sum burturav verður rikin við el, at nýta í alivinnuni. Tvíkiljan er vinnandi uppskotið í eini kapping um grønar orkuloysnir til alibátar, sum Umhvørvisstovan stendur fyri.
Kappingin er partur av eini størri verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri hava tikið stig til, og sum snýr seg um at finna orkuloysnir til fjarløgd øki eins og Føroyar, sum mugu framleiða og nýta sína grønu orku sjálvi, og ikki eru við í elkervinum á evropeiska meginlandinum.
Alivinnan uppløgd til grøna orku
Í føroysku alivinnuni eru nógvir alibátar, sum dagliga sigla millum alibrúkini og land. Teir brúka allir olju, og hildið verður, at júst hesir bátarnir egna seg væl til ístaðin fyri olju at brúka grønar orkukeldur.
Føroyska alivinnan varð tikin við upp á ráð, og hon gjørdi av, at Bakkafrost skuldi luttaka vegna vinnuna.
Kaj Leo Holm Johannesen er norðurlendskur samstarvsráðharri, og hann skrivaði fyrr í ár undir eina ætlanaravtalu við Regin Jacobsen, stjóra hjá Bakkafrosti, um at skriva út kapping um ein alibát við grønari orkunýtslu.
Gagnnýtir orkuyvirskot
Í summar varð so lýst alment eftir boðum at byggja ein grønan alibát. Fýra føroyskar fyritøkur lótu boð inn. Ein faklig metingarnevnd hevur viðgjørt tey innkomnu boðini.
Sum heild kann sigast, at fyritøkurnar hava lagt eitt stórt arbeiði í at nýhugsa, hvussu ein alibátur kann fáast at virka uttan at brúka olju, og hava fingið sær royndir, sum eru virðismiklar fyri vinnuna.
Vinnandi uppskotið hjá Mest er ein væl útgjørdur arbeiðsbátur, sum nýtir elektromotorar og battaríir. Við í hugskotinum er, at báturin fyri tað mesta arbeiðir um dagin og kann liggja stillur og løða um náttina, tá nógv grøn elorka ofta er tøk. Tí er alibáturin við til at gagnnýta vind- og vatnorku betur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Sjóvarfalsorka: Minesto røkkur søguligum varða
- Hetta er ein søgulig løta, og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini. Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðnum í Vestmannasundi, og okkara framtíðarsamstarv við SEV.
Soleiðis sigur Dr Martin Edlund, forstjóri í svensku fyritøkuni Minesto sum seinastu tíðina hevur arbeitt við at fáa ein sjóvarfalsdreka á botni í Vestmannasundi at virka.
Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðali og transformarastøð á landi var liðugt uppsett, setti Minesto eisini drekan út og nú er farið undir at royndarkoyra sjóvarfalsorkuverkið. DG100 skipanin umfatar dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið er liðiligt, og ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.
Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green tøknini nú framleiðir burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið.
Eisini nevndarformaðurin í Minesto, Jonas Millqvist, fegnast:
- Hetta er eitt virðismikið fet fram móti at fáa staðfest tøknina hjá Minesto í burðardyggu orkuvinnuni á sama støði sum eitt nú sjóvindmyllur. Vit flyta okkum nú frá einstøkum til størri uppsetingar, eftir sama leisti, sum varð nýttur innan vindorku.
Samstarv um smáverk og stór orkuverk
Minesto og SEV hava samstarvsavtalu um at nýta sjóvarfalsorku, sum er framleidd við Minesto Deep Green tøknini í Føroyum. Fyrsta stig á leiðini er uppseting og rakstur av tveimum DG100 orkuverkum í Vestmannasundi, sum eru knýtt í netið hjá SEV.
Hesi DG100 orkuverkini kunnu eisini nýtast sum smáverk uttan fyri miðstaðarøkið í Føroyum og aðra staðni kring heimin.
Alt eftir, hvussu royndarverkætlanin í Vestmannasundi hilnast, hava SEV og Minesto ætlanir um at seta út Minesto smáverk, t.e. undir 250kW og størri verk, sum eru størri enn 1MW á øðrum útvaldum støðum í Føroyum.
Arbeitt verður fram ímóti at, at sjóvarfalsorka verður ein týðandi orkukelda í føroyskum elorkusamansetingini í royndini at røkka málinum um, at øll elorkunýtsla á landi stavar frá varandi orkukeldum í 2030.
Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV, fegnast um um stóra framstigið:
- Vit eru sera fegin um, at verkætlanin nú er komin so langt, at Minesto orkuverkið framleiðir inn á føroyska elnetið. Hóast talan enn er um royndarframleiðslu, hava vit góðar vónir um, at sjóvarfalsorka fer at gerast eitt týðandi íkast til burðardyggu elframleiðsluna í Føroyum. Í mun til aðra varandi orku, er sjóvarfalsorkan forsøgin, og tí ikki eins óstøðug og eitt nú vindorka, sigur Sev-stjórin.
Kelda: sev.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Ætlaðu løðistøðirnar eru orkukrevjandi, og bíligast er, at hesar verða staðsettar nær við verandi trafostøðir. Eisini er ynski um, at tær verða staðsettar tætt at høvusvegnum
Sev er í løtuni í fer við at staðseta framtíðar skjótløðistøðir í Føroyum. Ein av hesum verður eftir ætlan norðan fyri rundkoyringina í Gøtudali. Á býráðsfundi í síðstu viku varð umsókn frá Sev um hesa staðseting viðgjørd og gingin á møti.
Sev skrivar í umsóknini, at ætlaðu løðistøðirnar eru orkukrevjandi, og bíligast er, at hesar verða staðsettar nær við verandi trafostøðir. Eisini er ynski um, at tær verða staðsettar tætt at høvusvegnum.
Talan er um matr. nr. 193b í Norðragøtu, ið er norðan fyri rundkoyringina í Gøtudali.
Á heimasíðuni Elbil.fo sæst eitt yvirlit yvir almennar løðistøðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
40 fordbilar fóru um diskin í november, og í ár eru tilsamans 330 bilar av slagnum Ford seldir. Samlaða sølan av bilum í mun til í fjør er nakað lægri
Síðani 2017 hevur Volkswagen, sum Bilasølan á Vegnum Langa hevur umboð uppá, verið mest seldi bilur í Føroyum, men nú er støðan broytt.
Seinasta árið eru seldir flestir bilar av slagnum Ford, sum Wenzel í Akranesgøtu umboðar.
Í november mánaði vórðu heili 40 nýggir Fordbilar seldir, og samlaða talið fyri amerikanska bilmerkið Ford kemur upp á 330.
Næstmest seldi bilur í november var Volkswagen við 28 bilum, og týska merkið er eisini næstmest seldi bilur í árinum við 285 bilum.
Hóast nógvir bilar vórðu seldir síðsta mánað, so er sølan av bilum nakað lægri í mun til árið í fjør. Sambært tølunum hjá Akstovuni eru higartil 225 bilar færri seldir í ár enn sama tíðarskeið í fjør, sum gevur eina minking uppá 8,64 prosent.
Tilsamans 2.598 bilar eru seldir í 2020 í mun til 2953 fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør.
Seld akfør í november
1. Ford (40 bilar)
2. Volkswagen (28 bilar)
3. Renault (21 bilar)
4. Toyota (21 bilar)
5. Kia (15 bilar)
6. Volvo (15 bilar)
7. Mercedes-Benz (14 bilar)
8. Mazda (9 bilar)
9. Suzuki (7 bilar)
10. *Brenderup (6 vognar)
*Brenderup er slag viðfestisvognum.
Seld akfør í 2020
1. Ford (330 bilar)
2. Volkswagen (285 bilar)
3. Toyota (252 bilar)
4. Renault (198 bilar)
5. Kia (176 bilar)
6. Volvo (130 bilar)
7. Mercedes-Benz (128 bilar)
8. Brenderup (111 bilar)
9. Nissan (102 bilar)
10. Citroen (87 bilar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Í november var talið 66,3 prosent færri í mun til november í fjør. Bert 8.381 fólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í farna mánaði
Í november 8.381 fólk um flogvøllinum í Vágum. Í november 2019 var talið 24.886, og harvið vóru 66,3 prosent færri ferðafólk í november í ár í mun til november í fjør.
Samanlagda minkingin higartil í ár er 57,5 prosent, og hetta er korona sjálvandi orsøkin til. Áðrenn korona av álvara rakti tíðliga í mars var vøksturin, sammett við sama tíðarskeið 2019 15,6 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Strandferðslan boðar frá at klassingin verður meira umfatandi, enn hildið varð áðrenn, og harvið heldur tíðarætlanin ikki, sum boðað annars varð frá fyrr í vikuni
Mánadagin søgdu Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, við Kringvarpið, at tíðarætlanin viðvíkjandi Ternuni fór at halda, og at strandfaraskipið harvið fór at verða aftur í sigling á Nólsoyarleiðuni áðrenn jól - 20. desember.
Men nú er greitt, at Ternan ikki kemur aftur í sigling í 2020 kortini. Hesum boðaði Strandfaraskip Landsins frá í tíðindaskrivi seinnapartin hósdagin.
Orsøkin er, at 40 ára klassingin av Ternuni verður meira umfatandi enn av fyrstan tíð hildið varð, tá arbeiðið fór í gongd seinast í oktobur.
Ein nýggj tíðarætlan skal gerast fyri økta arbeiðið, áðrenn Ternan fær loyvi at sleppa í sigling við ferðafólki aftur, skrivar ssl.fo.
Í løtuni røkir Jósup Nólsoyarleiðuna. Erla Kongsdóttir, sum skuldi alvoysa Ternuna skjótast gjørligt, fekk í gjár siglingar- og ferðafólkaloyvi eftir longri bíðitíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Páll Isholm, sum hevur staðið fyri samanleggingini av studentaskúlanum og handilsskúlanum, hevur sagt seg úr starvi
1. mars komandi skal Miðnám á Kambsdali hava nýggjan rektara. Páll Isholm, sum hevur verið rektari síðan samanleggingina av Studentaskúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali, hevur sagt seg úr starvinum.
- Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, men eisini avbjóðandi og krevjandi. Vit hava nátt málunum, vit settu í 2015. Fyri framman liggja fleiri spennandi verkætlanir, so eg haldi rætta løtan er nú. Bæði fyri skúlan og meg persónliga,” sigur Páll við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, sum leggur afturat:
Páll Isholm hevur staðið á odda fyri samanleggingini av skúlunum á Kambsdali, og hetta hevur eydnast sera væl. Saman við starvsfólkunum hevur hann megnað at skapa eina felags mentan, har samstarv, læring og trivnaður eru í hásæti. Ráðið tekur uppsøgnina til eftirtektar og takkar Páll Isholm fyri stóra arbeiðið, hann hevur lagt fyri dagin.
Farið verður nú beinanvegin at lýsa eftir rektara til Miðnám á Kambsdali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Felagsskapurin hevur fingið høli í miðbýnum frá Tórshavnar kommunu. Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, verður sagt
Í vikuni fekk LGBT Føroyar hølini á triðju hædd í Tórsgøtu 16 í Havn, og við tí ætlar felagsskapurin at vera meira sjónligur í býarmyndini.
At vit nú verða sjónlig í býarmyndini í høvuðsstaðnum er eitt jaligt tekin um, at høvuðsstaðurin rúmar øllum. Hølini í Tórsgøtu geva okkum møguleika at vaksa og fjølltátta okkara virksemi, sigur LGBT í tíðindaskrivi.
Tað er í hesum bygninginum í Tórsgøtu, at LGBT fer at húsast (Mynd: Google Maps)
- Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, og vera við til at skapa ein enn betri og fjøllbroyttari høvuðsstað, har øll kunnu kenna seg væl og vælkomnan.
- LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at betra um sálarheilsuna og trivnaðin hjá LGBTarum. Vit hava sett okkum sum mál, at ongin LGBTari skal kenna seg einsamallan, og at LGBTarar skulu hava eitt stað at leita sær til fyri at fáa hjálp og ráðgeving.
Hetta skulu nýggju hølini vera við til at stuðla undir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Allar deildirnar í Havn verða savnaðar á Smyrilsvegi á Hálsi
Taks savnar nú allar deildir sínar í Tórshavn á Smyrilsvegi 20, og har finnur tú framyvir kundatænastu og tollavgreiðslu.
Latið verður upp mánadagin 7. desember, og deildirnar á Skálatrøð, Eystaru bryggju og á Argjum lata samstundis aftur.
Í sambandi við flytingina, hava kundatænastan á Skálatrøð og tollavgreiðslan á Eystaru bryggju verið stongdar í nakrar dagar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Langhylurin skal verða liðugur í 2023, og væntandi byrjar arbeiðið fyri jól
Tórshavnar Býráð tók 6. november støðu til høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147,5 miljónir kr við P/F J&K Petersen um nýggja langhylin. Og í vikuni var sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.
Væntandi byrjar arbeiðið fyri jól við at rigga byggiplássið til, at hegna økið av og byrja avgrevstur. Langhylurin skal verða liðugur í 2023. Tað er SNA, sum hevur prosjekterað hylin.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði á samkomu í sambandi við undirskrivingina, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyska svimjing, bæði fyri breiddina og fyri úrvalsítróttina.
- Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og vit nú kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum, segði Annika Olsen.
Ein styrki við hylinum er eisini, at havnarborgarar fáa atgongd til eitt vælveruøki við heitum hyli innandura, eins og til uttandura hyljar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru settar 4 milliónir av til prosjektering av einum parkeringstunli. Tunnilin um Tangafjørð letur upp longu nú til jóla, og trýstið verður óivað størri á býin enn vanligt
Miðbýurin í Havn ikki er gjørdur til nógva ferðslu og økta parkering. Pláss er heldur ikki at gera nýggj parkeringspláss.
Ein loysn, sum kundi loyst parkeringstrupulleikarnar í mong ár fram, er ein parkeringstunnil. Miðbýurin er eitt gamalt og trongt øki, sum upprunaliga ikki varð bygt til stóra ferðslu, eins og hædd als ikki varð tikin fyri parkeringsøkjum.
Tó er at siga, at í hesum lítla øki eru fleiri enn tveytúsund parkeringspláss, helmingurin kommunal og helmingurin privat. Umleið ein triðingur eru tíðaravmarkað.
Í hesum lítla økinum hava vit hóp av handlum, matstovum, mentanarstovnum og dastið av almennum og kommunalum skrivstovum í býnum. Her liggur øll fyrisitingin hjá bæði býnum og landinum.
- Tað er skylda okkara at varðveita og menna tann týdning, sum miðbýurin hevur fyri allar Føroyar. Vit skulu eisini menna miðbýin, men vit skulu samstundis taka atlit til samferðslumøguleikar, vit skulu varðveita og menna grønu geirarnar og fríøkini, vit skulu hugsa um gongu- og súkklubreytir, og vit skulu taka atlit til gomlu býarøkini, eitt nú Tinganes og alt strandarøkið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
- Við nýggju sambondunum úr Eysturoynni og Sandoynni til høvuðsstaðin fer ferðslan sum frálíður helst at økjast munandi. Í miðbýnum er at kalla ikki møguligt at útvega fleiri parkeringspláss. Tí er stór vekt løgd á at betra bussambandið, soleiðis at til ber at parkera uttanfyri miðbýin og annars brúka bussarnar inni í býnum.
- Ein loysn kann vera ein parkeringstunnil millum Havnargøtu og Skálatrøð. Parkering er í báðum síðum á tunlinum og upp- og niðurgongdir eru fleiri staðni í miðbýnum. Tað finnast óivað aðrar loysnir við parkeringstunli, so hetta má kannast væl.
- Í nevnda uppskotinum er pláss fyri 700 bilum. Tunnilin loysir eisini upp fyri nógvum øðrum møguleikum, eitt nú goymslu-, køli- og frystitunlum, eins og tunnilin kann loysa nógvar trupulleikar við kaðallegging av øllum møgiligum sløgum.
- Ein tílíkur tunnil kundi stórt sæð loyst málið um parkering í miðbýnum. Metingarnar vísa, at ein tílíkur tunnil kann verða um 1000 metrar langur og kemur at kosta um 128 miljónir krónur í dagsins prísum.
- Tað er áhugavert at kanna henda møguleika víðari. Til ber eisini at fremja eitt tílíkt arbeiði í stigum við einum borisjakki, sum ráðini eru yvir tíð, og soleiðis at vit innan rímuliga tíð kunnu koma á mál, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, sum eisini metur, at breið semja er í býráðnum um málið.
Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru settar 4 milliónir av til m.a. royndarboringar og prosjektering av einum parkeringstunli.
Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Í farnu viku fekk Mariann Patursson, dietistur, sum hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum í samfull 44 ár, "Dronningens Fortjenestemedalje" fyri trúgva tænastu
Hósdagn 26. november var hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Mariann Patursson, dietistur, fekk "Dronningens Fortjenestemedalje" fyri trúgva tænastu í meira enn 40 ár.
Tað var Steinar Eirikstoft, forstjóri, sum handaði Mariann heiðursmerkið.
Sambært Landssjúkrahúsinum byrjaði Mariann í læru sum økonoma í køkinum á Landssjúkrahúsinum í 1970.
Hon fór síðani undir útbúgving, og var liðug sum dietistur, tá fyrsti árgangur tók prógv í Danmark í 1976. Sama ár byrjaði hon aftur á Landssjúkrahúsinum.
Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði uttanhýsis, hevur Mariann starvast við sjúklingum á Landssjúkrahúsinum í samfull 44 ár. Hon er tí eitt kent andlit bæði millum starvsfólk og sjúklingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Bjargingarbáturin er tikin upp, og verður nú riggaður til at flyta til Svøríkis
Hósdagin loysti Rescue Lív fyri síðstu fer úr føroyskari havn og var sigldur yvir til Faroe Ship við Skansabryggjuna, har hann var tikin upp og riggaður til at flyta til Svøríkis.
Tað er svenska sjóbjargingartænastan SSRS, sum hevur keypt Rescue LÍV, og hann verður settur í tilbúgvingina í Trelleborg í Svøríki.
Rescue Lív kom til Føroyar á páskum í 2008, og hevur tænt føroysku sjóbjargingini væl hesi skjótt 13 árini, hann hevur verið í Føroyum.
- Vit hava verið sera væl nøgd við Rescue Lív, men tíðin var komin at gera av, um vit skuldu senda bátin til Svøríkis til høvuðsumvælingar ella keypa annan bát, sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue Lív.
- Eftir at hava kannað, hvønn bát vit kundu fáa í staðin fyri Rescue Lív, komu vit fyri tveimum árum síðani fram á ein bát, sum var til sølu í Svøríki. Vit gjørdu skjótt av og keyptu Tanum, sum er væl størri enn Rescue Lív, og sum hóskar betri til tørvin hjá okkum og til ofta harðbalna veðrið í Føryoum. Av tí, at Tanum nú er klárur og er settur í føroysku tilbúgvingina, var klárt at selja Rescue Lív, og hann fer nú aftur hagar, hann kom.
- Vit hava longu havt fleiri útkall við Tanum, og hann roynist sera væl. Á einum sjúkraflutningi úr Skopun fyri tveimum vikum síðani, vísti vindmátarin umborð 45 m/s, men hóast nógva vindin, bar Tanum seg sera væl í sjónum. So vit eru væl nøgd við nýggja bátin og spent til at av álvara at brúka hann í tilbúgvingina á sjónum, sigur Jens Hansen, sum hevur verið umsjónarmaður á Rescue Lív øll árini, síðani hann kom til Føryoyar.
Tanum fær í vár navnið Rescue Lív.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Avhendingarskjalið í sambandi við yvirtøku av nýggja havrannsóknarskipinum varð undirskrivað hósdagin. Manningin er farin umborð, og arbeiðið er farið í gongd
Hósdagin varð avhendingarskjalið, umframt onnur viðkomandi skjøl, í sambandi við yvirtøku av nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað. Harvið er skipið er nú formliga handað eigaranum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, skrivaði undir vegna byggiharran, meðan Mouritz Mohr, stjóri og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður skrivaðu undir vegna MEST.
Mynd: hav.fo
Síðan varð skipið siglt til Havnar at taka útgerð. Arbeiðið fer at taka nakrar dagar, og síðan verður farið undir at gera tær fyrstu kanningarnar fyri Havstovuna.
Havstovan boðar frá, at so skjótt høvi verður, er ætlanin at vísa almenninginum kring landið skipið. Føroya Landsstýri yvirtekur Jákup Sverra fyri avtalaðan prís.
Sí myndir: Jákup Sverri doyptur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Toskaveiðan fyrstu tíggju mánaðirnar í ár er bara helmingurin av tí, ið fiskað varð í fjør
Fyri tíggju mánaðir januar til og við oktober í ár er væl minni avreitt av toski veiddur í føroyskum øki í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni.
Nøgdin er fallin úr 17.000 tonsum niður í 8.500 tons, sum er ein minking á 50 prosent. Hýsan er minkað ein fimting, meðan um 18 prosent meira av upsa er avreiddur í ár.
Avreiðingarnøgdin tilsamans er minkað nakað í ár í mun til tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting. Fyri tosk er virðið fallið yvir helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum er tilsamans nakað tann sama sum í fjør.
Av svartkjafti er minkingin áleið 9 prosent. Nøgdin av sild er áleið tann sama sum í fjør. Væl meira av makreli er avreiddur higartil í ár í mun til í fjør, smá 17.000 tons svarandi til ein góðan triðing. Skipini hava higartil í ár fingið áleið tað sama fyri uppsjóvarfiskin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør – avreiðingarvirðið er økt góð 2 prosent.
Tølini síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Millum annað hækka botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi við 2.200 tonsum í 2021, meðan rækjukvotan verður 4.000 tons ímóti 4.500 tonsum í ár
Føroyar og Russland skrivaðu hósdagin undir fiskiveiðiavtalu fyri 2021. Samráðingarnar vórðu hildnar umvegis talgilt samskifti 1. og 2. desember.
Samráðingarnar vóru merktar av einum ynski frá Føroyum um hækkingar í botnfiskakvotunum, grundað á, at Russland og Noreg hava gjørt av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum hækka munandi í 2021, og einum ynski hjá Russlandi um broytingar í uppsjóvarkvotunum.
Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi hækka við 2.200 tonsum í 2021, meðan rækjukvotan verður 4.000 tons ímóti 4.500 tonsum í ár. Føroyska toskakvotan verður 17.690 tons ímóti 15.690 tonsum í ár, og hýsukvotan verður 1.769 tons ímóti 1.569 tonsum í ár. Kvotan av flatfiski verður óbroytt, 900 tons.
Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt 82.000 tons. Makrelkvotan hækkar við 2.000 tonsum til 14.500 tons og sildakvotan við 1.445 tonsum til 10.000 tons.
Eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi hava í ár hildið fram at gera eina skipan millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Arbeiðið er nú komið har til, at farið verður undir at royndarkoyra skipanina umborð á skipum hjá báðum pørtum. Ætlandi verður ein avtala undirskrivað millum londini komandi ár.
Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Altjóða havrannsóknarstovan er komin við nýggjum tilmælum fyri veiðu eftir botnfiski í føroyskum sjóøki
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í mánadagin nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av toski í 2021 kann vera í mesta lagi 6.247 tons og er hetta ein minking á 47 prosent í mun til tilmælið í 2020. Verri føðiviðurksifti í havinum síðstu árini hava ávirkað toskastovnin neiliga, soleiðis at tilgongdin er minni enn væntað.
Veiðan av hýsu í 2021 kann vera í mesta lagi 11.440 tons og er hetta áleið tann sama veiðan, sum ICES mælti til í 2020. Gýtingarstovnurin av hýsu veksur framhaldandi, hann er nú mettur at vera 52.245 tons. Vøksturin í gýtingarstovninum kemst serliga av 2016- og 2017-árgangunum, sum eru mettir at vera væl yvir miðalstødd.
Veiðan av upsa í 2021 kann vera í mesta lagi 27.368 tons, og er hetta ein minking upp á 23 prosent í mun til tilmælið í 2020. Gýtingarstovnurin av upsa hevur verið væl fyri síðan 2014. Veiðutrýstið er framvegis hægri enn tað veiðutrýst, sum er mett at geva størstu varandi veiðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Tá tað nú sær út til at laga seg soleiðis í ár, so fer tað óivað at vera hugnaligt, hóast allir vilja vera heima á jólum siga Fríðrikur Absalonsen og Allan Váðklett, sum sigla við Sjúrðarbergi
- Eg skal við Sjúrðarbergi, og hetta er fyrstu ferð, eg fari avstað undan jólum við útlitum fyri at verða burtur um jólini; so tað er eitt sindur nervapirrandi. Útlitini, fyri at vera aftur áðrenn jól, eru ring, tí so mikið er eftir av kvotuni.
- Ja, tað skal gangast serstakliga væl, bæði hjá okkum og hjá Gadusi, um vit verða aftur áðrenn jól, sigur Fríðrikur Absalonsen, maskinmaður, á Sjúrðarbergi.
- Eg skal eisini við Sjúrðarbergi, og sum Fríðrikur sigur, so eru flestu tekin fyri, at vit koma at halda jól í Barentshavinum. Eg havi siglt í frálandavinnuni í fleiri ár og havi verið burtur fleiri jól, men tað hevur verið í heitum londum, so tey jólini hava mint um feriur sunnanfyri, sigur Allan Váðklett, sum eisini siglir sum maskinmaður við Sjúrðarbergi.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Eg haldi ikki, eg havi hildið jól á sjónum við føroyskum skipi og saman við føroyingum. Tá tað nú sær út til at laga seg soleiðis í ár, so fer tað óivað at vera hugnaligt, hóast allir vilja vera heima á jólum, sigur hann.
Allan sigur annars, at Sjúrðarberg er eitt gott skip og í góðum standi. Nógv varð gjørt við skipið, áðrenn tað kom til Føroyar, og so er eisini nakað gjørt við tað síðani.
Fólkið er eisini gott, tí fleiri eru fyrrverandi KÍ-arar, men á B-liðnum, sigur Allan skemtandi.
Rólvur í Norðnástovu verður skipari á Sjúrðabergi henda túrin, og 28 mans eru við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Seks flokkar á Fólkatingi hava gjørt avtalu um, at Danmark skal gevast við oljuframleiðslu um 30 ár. Seinasta útbjóðingin til oljuleiting verður eisini avlýst
Seint hóskvøldið komu seks av flokkunum í Fólkatinginum ásamt um eina nýggja avtalu um framleiðslu av olju og gassi úr Norðsjónum. Avtalan merkir, at Danmark gevst við at bjóða út nýggj øki til leiting eftir olju og gassi og stongir tey seinastu framleiðandi feltini í 2050.
Áttanda útbjóðingarumfarið, síðani fyrsta oljan varð funnin í 1967, skuldi avgera, hvørji feløg skuldu fáa loyvi til framhaldandi at leita eftir kolvetnum í danska partinum av Norðsjónum. Tað hevur verið útsett nú í eina tíð. Nú verður tað av ongum eins og aðrar framtíðar útbjóðingar. Kortini verður møguleiki at fáa nýggj leitiloyvi hjá feløgum, sum framleiða í einum grannaøki, tó at øll framleiðsla skal steðga í 2050.
Danski veðurlagsráðharrin, Dan Jørgensen, sigur í eini viðmerking, at avtalan er søgulig. Eisini stuðulsflokkarnir SF og Radikali flokkurin eru væl nøgdir við nýggju avtaluna. Umboðið hjá SF sigur, at talan er um ein varða á grønu leiðini, og at Danmark við hesi avtalu hevur víst í verki, hvat tað vil og ger á orkuøkinum og vónar, at hetta fer at geva øðrum tjóðum íblástur til at gera tað sama og gevast við at framleiða olju og gass. Flokkarnir, ið taka undir við avtaluni eru Sosialdemokratiiið, SF, Radikalu, Vinstra, Dansk Folkaparti og Konservativi flokkurin. Liberal Alliance var eisini við í samráðingunum men tók seg aftur, tí hann metti hana vera ov dýra í mun til klimaeffektina. Flokkurin heldur talan vera um “súmbolpolitikk”.
Síðani oljufraleiðsla av álvara tók seg upp í Norðsjónum í 1972 hevur danski statskassin forvunnið 541 milliardir krónur. Í 2019 var inntøkan 5,9 milliardir krónur. Sambært nýggju avaluni fer statskassin at missa umleið 90 milliónir krónur um árið.
Ein avleiðing av avtaluni verður, at 4.000 fólk gerast arbeiðsleys, flestu teirra í Esbjerg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2020
Um sama mundið sum koronasóttin hevur gjørt um seg kring heimin, er skipaferðslan í Arktis økt munandi
Fyrstu 10 mánaðirnar av 2020 vórðu flutt 26,37 milliónir tons av vørum í russiska partinum av Arktis. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent sammett við sama tíðarskeið í 2019.
Sambært Federal Agency for Maritime and River Transport, er vøksturin í skipaflutninginum í Arktis tann størsti nakrantíð. Sambært Northern Sea Route Administration hava 974 handilsskip fingið loyvi til at sigla í økinum, ein hækking uppá 26,5 prosent síðani 2019.
Ein stórur partur av vørunum er LNG gass frá gassstøðini í Sabetta í Russlandi. Eisini hevur stórur flutningur av vørum verið til nýggjar útbyggingar í økinum eitt nú Arctic LNG 2 í Gydan. Væntandi fara 31,5 milliónir tons av vørum at verða flutt í Arktis í øllum 2020.
Hetta er tó væl minni enn russiski forsetin Vladimir Putin setti sum mál í 2018, tá hann segði, at flutt fóru at verða 80 milliónir tons í 2024. Metingar fyri 2030 siga, at tað verða flutt 90 milliónir tons og í 2035 130 milliónir tons.
Northern Sea Route fevnir um økið millum Novaya Zemlya og Beringssundið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Bank of America heldur oljuprísurin fer at liggja um 60 dollarar komandi summar
Nú um dagarnar hækkaði oljuprísurin eitt skifti til 49 dollarar fyri tunnuna. Hetta hendi í kjalarvørrinum á tíðindunum um væleydnaðar royndir við fleiri koppingarevnum móti korona, útnevningini av ráðharrum til komandi Biden stjórnina í USA og vaksandi eftirspurningi eftir olju og gassi úr serstakliga Kina.
Hetta er hægsti prísurin í átta mánaðir. Bara henda seinasta mánaðin er prísurin vaksin við 25 prosentum. Eitt skifti áðrenn mars var hann niðan fyri 20 dollarar.
Nú útlit eru til, at lond fara at taka aftur ella minka um avmarkingar av almennum virksemi, sum tá aftur fer at skunda undir eftirspurningin eftir olju og gassi, geva stórir peningarstovnar sítt boð uppá oljuprístilgongdina í komandi ári.
Eitt nú vil Bank of America vera við, at oljuprísurin komandi summar fer at vera 60 dollarar, skrivar Bloomberg. Eisini vónirnar til at Opec+ londini fara at bíða við at minka avmarkingina av framleiðsluni, fær útlitini til ein hækkandi oljuprís at vaksa. Sambært Goldman Sachs fer Opec+ at útseta verandi framleiðsluavmarking á 7,7 milliónir tunnur í tríggjar mánaðir.
Tað eru tó eisini aðrar metingar um oljuprísin. Eitt nú hevur amerikanska oljufelagið ExonMobil nú um dagarnar gjørt sína meting av framtíðar oljuprísinum. Tað vil vera við, at prísurin í 2021 fer at liggja millum 50 og 55 dollarar fyri tunnuna.
Tað eru tó eygleiðarar, sum halda, at kemur verulig gongd á aftur virksemið í heiminum eftir at koppsetingar taka dik á seg, tá kann oljuprísurin skjótt gerast munandi hægri. Hetta ikki minst orsakað av einum vaksandi eftirspurningi.
Verandi prísvøkstur hevur longu ávirkan á virksemið í oljuvinnuni. Oljufeløg eru so smátt farin at taka fram aftur ætlanir um útbyggingar eins og tey eisini gera íløgur í leiting ymsa staðni kring heimin. Vaksandi eftirspurningur og hækkandi oljuprísur fær íleggjarar at umhugsa aftur at gera nýggjar íløgur í bæði leiting og útbyggingar. Seinastu dagarnar hava BP og Itacha Energy sum tey fyrstu oljufeløgini í Norðsjónum í eina tíð sett hol á nýggja oljuframleiðslu á Vorlich oljuleiðini í Norðsjónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Stad skipstunnel skal tryggja skipaferðsluna á Vestlandet
Semjan um fíggjarlóg fyri komandi ár, sum fyrr í vikuni var gjørd í norska stórtinginum, ber í sær, at norðmenn nú fara undir at bora heimsins fyrsta tunnil til skipaferðslu á Vesturlandinum.
Tað var Fremskrittspartiet, sum tryggjaði, at 75 milliónir krónur vórðu settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til at fara undir Stad skipstunnel í komandi ári.
Talan hevur leingi verið um at bora ein tunnil ígjøgnum nesið ella hálvoynna, sum eitur Stadlandet. Tað verður ein stórur lætti hjá skipaferðsluni at sleppa undan at sigla út um hetta nesið og út í Stadhavet, sum ofta kann vera baldrut.
Tá siglt verður fram við norsku strondini, er leiðin ofta innanskers. Men fyri at koma um Stadlandet, má skipaferðslan út á opið hav, og tað verður ikki mett at vera so trygt.
Eisini alifyritøkan Mowi fegnast um, at hesin tunnilin nú kemur. Bátarnir hjá Mowi skulu ofta um nesið fyri at flyta fisk til sláturvirkið í Eggesbønes, og oftani er ikki siglandi fyri veður.
Tilsamans verður roknað við, at tunnilin fer at kosta 2,7 milliardir norskar krónur. Talan verður um ein tunnil, sum er 1,7 kilometrar langur, 37 metrar høgur og 36 metrar breiður.
- Tunnilin verður gjørdur fyri at fáa tryggari skipaferðslu í økinum, sigur André Njålstad, tinglimur fyri Fremskrittspartiet, sum eisini roknar við, at tunnilin fær týdning fyri ferðavinnuna í økinum, eins og landslutirnir Sunnmøre og Vestlandet verða knýttir tættari saman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Nicola Sturgeon mælir til at halda nýggja fólkaatkvøðu tíðliga í komandi valskeiði
Fyrstiráðharrin fyri Skottland, Nicola Sturgeon, mælir nú til, at skotar fáa høvi til at atkvøða um skotskt sjálvstýri í nærmastu framtíð. Hon mælir til, at fólkaatkvøðan verður undir fyrra helmingi av komandi tjóðartingsvalskeiði, sum byrjar komandi mai.
Nicola Sturgeon, sum eisini er leiðari fyri skotska tjóðskaparflokkin, Scottish National Party, SNP, segði í samrøðu við BBC undan landsfundinum í flokkinum, at fleiri orsøkir eru til at halda nýggja fólkaatkvøðu.
Sambært henni er tað tó koronakreppan, sum hevur ovastu raðfesting í løtuni.
Seinastu veljarakanningarnar benda á, at meiriluti er í Skottlandi fyri sjálvstýri.
Skotar atkvøddu seinast nei til sjálvstýri. Tað hendi í eini fólkaatkvøðu í 2014. Tá atkvøddu 55,3 prosent móti stjálvstýri og 44,7 prosent fyri.
Undirtøkan fyri skotskum sjálvstýri øktist nógv eftir at Bretland atkvøddi fyri at taka seg burtur úr ES-felagsskapinum. Meirilutin av skotum vóru ímóti hesum. Meirilutin av skotum er eisini ósamdur í hvussu bretska stjórnin hevur tikið sær av koronakreppuni, skrivar yle.fi.
Tær seinastu 14 veljarakanningarnar hava víst á ein meiriluta fyri skotskum sjálvstýri. Millum 51 og 59 prosent av teimum spurdu hava stuðla sjálvstýri í kanningunum.
Væntað verður, at flokkurin hjá Nicola Sturgeon, SNP, fer at standa seg val á valinum í mai. Og flokkurin fer eisini at fata ein valsigur tá, sum eitt greitt tekin frá veljarunum fyri at halda eina nýggja fólkaatkvøðu.
Tað krevst tó grønt ljós stjórnini í London at halda nýggja fólkaatkvøðu. Og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnsen, hevur, eins og undankongukvinnan, Theresa May, víst aftur kravinum hjá Sturgeon um nýggja fólkaatkvøðu.
Sambært teimum er tað ein spurningur, sum ein bara tekur støðu til “eina ferð pr. ættarlið”, og tí kemur hetta ikki upp á tal í nærmastu framtíð, sambært teimum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Valéry Giscard d’Estaing, sum doyði 94 ára gamal, var raktur av covid-19
Giscard d’Estaing, sum var forseti í Fraklandi í árunum frá 1974 til 1981, doyði mikudagin, 94 ára gamal. Hann doyði við koronasmittu, upplýsir familjan fyri AFP tíðindastovuni.
- Heilsustøða hansara versnaði, og hann doyði sum avleiðing av covid-19, sigur familjan í fráboðanini. Lagt verður afturat, at jarðarferðin verður hildin í stillum eftir egna ynski fyrrverandi forsetans.
Valéry Giscard d'Estaing hevur í fleiri umførum verið innlagdur á hjartadeildir hesar seinastu mánaðirnar. Hann doyði, umgyrdur av nærmastu familjuni á garði sínum í Miðfraklandi.
Seinastu ferð Giscard d’Estaing var alment frammi, var 30. september í fjør, tá hann var við til jarðarferðina hjá einum øðrum fronskum forseta, Jacques Chirac, sum var forsætisráðharri, meðan Gistard d’Estaing var forseti.
Valéry Giscard d'Estaing hoyrdi til høgraliberala flokkin Union pour la Démocratie, UDF. Hann gjørdist yngsti forseti í søgu Fraklands tá hann sum 48 ára gamal tók við í 1974. Hann vann á sosialistinum François Mitterand, sum hann tapti ímóti sjey ár seinni.
Í Fraklandi verður Giscard d'Estaing mintur fyri fleiri nýskipanir, eitt nú at loyva fosturtøku, gera tað lættari at fáa hjúnaskilna og fyri at lækka valaldurin til 18 ár.
Núverandi forsetin í landinum, Emmanuel Macron, hevur bert gott at bera Valéry Giscard d'Estaing, og sigur at hansara sjey ár sum forseti vóru við at broyta Frakland.
- Kósin hann setti fyri Frakland er framvegis eitt fyridømi. Frakland syrgir, nú hann er deyður, sigur Macron í eini fráboðan. Hann umrøður forgangara sín sum ein “politikari fyri framburði og frælsi”.
Giscard d'Estaing gekk heitt inn fyri ES-samstarvinum og starvaðist tætt saman við fyrrverandi týska kanslaranum, Helmut Schmidt. Samstarvið slóðaði fyri møguleikanum at fáa felags gjaldoyra í ES-londunum.
Eftir at hann tapti forsetavalið til François Mitterand í 1981 hevði hann leingi vónir um at kunna venda aftur í Éllysée-forsetaborgina, men mátti ásanna, at hann ikki fekk savna stuðulin, sum skuldi til fyri at hetta kundi eydnast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Kannabis verður ikki longur flokkað millum vandamiklastu rúsevnini, sum eitt nú heroin
Narkotikanevndin hjá ST, CND, hevur umorðað sína fatan av kannabis. Á fundi mikudagin avgjørdi Commission on Narcotic Drugs at taka kannabis av listanum yvir mest vandamiklu rúsevnini. Harvið tekur nevndin eisini tilmælið aftur, sum ræður frá at brúka kannabis í heilivági.
Avgerðin byggir á tilmæli frá heimsheilsustovninum, WHO, sum hevur mælt til at metingin verður tikin upp til endurskoðan.
Higartil er kannabis komið í sama bólk, sum vandamikil opioidir, sum eitt nú heroin. Kannabs verður tó framvegis millum evnini, sum altjóða narkotikanevndin fer at halda eyga við, skrivar finska kringvarpið á netinum.
Av teimum 53 limalondunum, sum vóru við á fundinum í Wien í Eysturríki, atkvøddu 27 fyri og 25 ímóti. Ein limur greiddi ikki atkvøðu.
Avgerðin í nevndini merkir ikki, at limalondini skulu broyta núgaldandi reglur. Lóggávan hjá einstøku londunum er framvegis galdandi. Men ST metir, at avgerðin kann hava ta avleiðing, at lond í størri mun fara at loyva kannabis til heilsuendamál.
Góðkendir kannabisframleiðarar, eitt nú í USA og Kanada, fegnast stórliga um avgerðina, sum kann føra til, at alt fleiri serfrøðingar fara at ásanna jaligu ávirkanina, sum kannabis kann hava á sjúklingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Stríðsfólk hava roynt at bjarga honum síðan 2015 – Pakistanski hægstirætturin hevur tikið avgerð um at steingja djóragarðin, og verður fílurin nú fluttur til Kambodja
Ein fílur, ið er vorðin nevndur "einsamallasti fílur í heiminum", fær nú nýtt heim.
35 ára gamli hannfílurin Kavaan varð herfyri fluttur úr uppslitna djóragarðinum í Islamabad í Pakistan, har hann hevur búð meginpartin av lívinum, skrivar DR.
Stríðsfólk hava síðan 2015 roynt at bjarga fílinum, sum í fleiri tíðarskeiðum, hevur verið bundin og verið einasti fílurin í djóragarðinum. Kavaan vigar eisini ov nógv og hevur skaddar føtur.
Hægstirætturin í Pakistan gjørdi tó greitt í mai, at djóragarðurin í Islamabad skuldi lata aftur, tí korini vóru ov vánalig. Tað er í hesum sambandi, at Kavaan eisini fær nýtt heim. Framyvir skal hann búgva í einum fílareservati í Kambodja.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Ársins orð varð valt í Góðan Morgun Føroyum
“Sóttarhald”, sum hevur sett sín dám á 2020 er kosið ársins orð í Góðan morgun Føroyum.
Tað eru lurtarar sum hava sent síni uppskot inn um hvat tey halda skal vera ársins orð.
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroysk Miðlafólk, Lív Egilsdóttir Olsen, forkvinna í Samfelagnum, sum er felag fyri samfelagsfrøðingar og Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi, samskipari hjá Málráðnum, skuldu velja millum innkomnu uppskotini.
Tá samanumkom skutu tey hvør sítt orð upp sum ársins orð, men Jón Brian og Lív góvu seg til síðst, og ásannaðu, at sóttarhald var gott umboð fyri árið.
Sóttarhald hevur verið nógv brúkt í sambandi við korona, sum kom til landið í mars mánaði. Tað er tó ikki eitt nýtt orð, men var helst farið í gloymibókina hjá teimum flestu.
Sóttarhald var eisini tað orðið, sum flest lurtarar høvdu skotið upp.
Ársins orð í fjør var “heimafriður”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2020
Listaverkið, sum skal prýða rundkoyringina í Eysturoyartunlinum
Møguliga verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin áðrenn jól, og seinasta hondin verður í hesum døgum løgd á verkætlanina.
Í rundkoyringini brúkar Tróndur Patursson, saman við soninum Brandi, tað mesta av sínari tíð nú meðan listaverkið, sum er 80 metrar langt verður sett upp.
Ólavur Frederiksen, myndamaður, tók myndirnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
"Tann komiska trageidan" verður at síggja í Løkshøll hetta vikuskiftið, og á Salt 12. desember
Leikhús SKIFT hevur seinastu vikuna vant leikin "Tann komiska tragedian" í Løkshøll og partvíst á Salt.
Leikurin verður frumsýndur í Løkshøll í Runavík í dag – 5. desember.
Tað er Olaf Johannessen, sjónleikari, sum fer at spæla einrøðuleikin eftir Evu Bonfanti og Yves Hunstad.
– Ein sjónleikari og ein leiklutur skulu saman spæla eina týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í, og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri leiklutir koma upp í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni, verður sagt um leikin.
Umframt hetta verður "Tann komiska tragedian" lýstur sum ein heitur, menniskjaligur, filosofiskur og stuttligur leikur.
Leikurin verður at síggja í Løkshøll 5. og 6. desember, og á SALT 12. desember. Áskoðaratalið er koronaavmarkað.
Leikhús SKIFT
Sjónleikari: Olaf Johannessen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Ljóssniðgevi: Súni Joensen
Dramatikarar: Eva Bonfanti og Yves Hunstad
Forlag: Nordiska Starkosch
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
"Frelsarin føddur er", eitur nýggja fløgan við 10 jólaløgum
"Frelsarin føddur er" er heitið á nýggju jólafløguni, ið kom út 1. desember.
Tað er Heine Lützen, ið hevur verið í studio seinastu tíðina, og savnað saman tíggju løg, harav fimm eru nýinnspæld og fimm eru givin út fyrr.
Heine Lützen syngur á átta av løgunum, umframt eina duett saman við dóttrini Jóhannu. Malan Lützen, systir Heina, syngur eisini eitt lag, ið er ein føroyskað útgáva av "Breath of Heaven" hjá Amy Grant.
Heitislagið er nýskrivað, meðan restin er umsett ella eru gamlir, kendir jólasálmar.
Nýinnspældu løgini eru tikin upp í upptøkuhølunum hjá Jákup Zachariassen, ið eisini hevur lagt til rættis. Óli Poulsen hevur miksað. Ymiskir føroyskir studiotónleikarar, og onkur útlendskur, spæla tónleikin.
– Eg havi leingi ætlað mær at geva út eina jólafløgu, har eg eisini kann savna tey gomlu løgini, sum eg havi sungið gjøgnum árini á ymiskum útgávum. Onkur av hesum eru horvin í meldrinum, men nú er so møguleiki at hugna sær á jólum við hesum góða tónleikinum, við hesum gleðiboðunum um, at Frelsarin føddur er.
Sum er, verður tónleikurin einans givin út á fløgu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Ikki líka nógv sleppa inn hesaferð, men møguleiki verður at fylgja við á netinum
Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hesaferð verður konsertin sunnukvøldið 6. desember, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.
Men tað er næstan bara tað, sum hevur verið vanligt, tá vit tosa um sangárið 2020.
Tá árið byrjaði hevði Tórshavnar Manskór stórar ætlanir saman við Karlakóri Reykjavíkar um jólakonsertir, bæði her og í Reykjavík, saman, men tað fór sum so mangt annað í hesum tíðum í vaskið.
Men tá ein hurð letist aftur, letist ofta ein onnur upp, og soleiðis var eisini í hesum førum. Tí ístaðin hevur manskórið fingið Elina Brimheim Heinesen at framføra sangin ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, hevur yrkt, og sum Elin sjálv hevur gjørt lagið til, saman við kórinum.
Nógv tann størsti parturin av konsertini verður føroyskur, men kórið syngur eisini ein latínskan sang, ein danskan og og ein enskan áðrenn endað verður við teimum báðum kendastu føroysku jólasangunum, “Føgur er foldin” og “Gleðilig jól”.
Jólakonsertin er eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum hjá Tórshavnar Manskóri, og ár undan ári hevur kórið fylt Vesturkirkjuna við áhoyrarum, men eisini tað verður øðrvísi í ár, tí myndugleikarnir loyva bara, at fólk sita á øðrum hvørjum beinki.
Jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður í Vesturkirkjuni sunnukvøldið 6. september klokkan 19.30. Tey sum ikki sleppa til konsertina í kirkjuni hava møguleika at hyggja á netinum, tí konsertin verður stroymd á heimasíðuni hjá kirkjuni, www.vesturkirkjan.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Jensa Tórolvsdóttir legði Føroyar á odda í Belfast, men Norðurírland vann at enda trygt, og hevur nú ein playoff-dyst á skránni. 42 mál fóru inn í sjey dystum hjá Føroyum
Tá tríggir minuttir vóru leiktir á Seaview Stadium í Belfast, har B36 í fjør spældi Europa League dyst móti Crusaders, loypti føroyska liðið hvøkk á Norðurírland.
Eitt skot frá Olgu Kristinu Hansen varð blokerað, Sara Samson Lamhauge fekk fatur á bóltinum stutt uttanfyri brotsteigin og til høgru, hon fekk tamarhald á honum, og fann Juliu Naomi Mortensen sum hesaferð var fremsti leikarin á føroyska liðnum. Unga kvinnan av Tvøroyri, sum spælir við HB, royndi seg, bólturin kom í ein verjuleikara, og stakk til Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir, sum fekk prikað bóltin í málið.
19-ára gamla gøtukvinnan fekk harvið sítt fyrsta landsliðsmál, og hetta var samstundis tað fyrsta hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini. Í seinastu HM-undankapping (2017-2018) skoraði føroyska liðið eisini eitt mál. Tá var tað Milja Simonsen, sum skoraði í Kekkia.
Norðurírland skuldi vinna fyri at tryggja sær playoff-pláss, og heimaliðið svaraði eisini beinanvegin aftur, tá føroyska liðið ikki fekk ruddað burtur í samband við eitt hornaspark, og bólturin fór høvd av høvdi í málið. Tað var 1-1 í tjúgu minuttir, og føroyska liðið vardi í høvuðsheitinum heilt væl í 1. hálvleiki, men tað var torført at gera nakað við góða trekkið og frálíka langskoti hjá Kirsty McGuinness, sum eisini skoraði í Føroyum.
2-1 í stegðinum og Norðurírland avgjørdi so at siga dystin tíggju minuttir inn í 2. hálvleik við enn einum langskoti. Ímóti endanum skrædnaði tað tíverri eitt sindur, men talan var um eitt betri úrslit fyri Føroyar enn tað í dystinum á Tórsvølli í september, tá tær í grønum vunnu 6-0.
Avrikið var eisini meira enn góðtikið, og glottar hava verið at hóma hjá unga føroyska liðnum seinastu tríggjar dystirnar. Heidi Sevdal, tann helst mest umráðandi leikaran, var ikki við í hesum dystinum.
Í seinastu undankapping lótu Føroyar 53 mál inn. Hesaferð fóru 42 mál ígjøgnum, men føroyska liðið hevur spælt ein dyst færri. Ætlaði dysturin í Noreg í farnu viku varð av ongum orsakað av koronastøðuni í Noreg, og hugsast kann, at við styrkismuninum, og tí at Noreg vann heili 13-0 í Føroyum, so hevði talið av málum í hvussu er komið upp ímóti tí, sum fór inn seinast.
Tó hava sum sagt nøkur jalig ting verið at sæð í seinastu avrikunum, og at Føroyar fingu mál í kvøld og løgdu seg á odda, ger at seinasta upplivilsi er á einari leið.
EM-undankapping, áttanda og seinasta umfarið: Seaview Stadium, Belfast - 1. desember 2020
Norðurírland - Føroyar 5-1 (2-1)
4' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 0-1
6' Rachel Furness 1-1
27' Kirsty McGuinness 2-1
56' Chloe McCarron 3-1
77' Caitlin McGuinness 4-1
87' Rachel Furness 5-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
John Petersen hevur verið í venjaratoyminum í fimm ár og stóð á odda í júst farnu undankapping, har Føroyar fingu eitt mál og lótu 42 inn í sjey dystum. Hann hevur nú takka fyri seg
Dysturin hjá A-landsliðnum við kvinnum í Norðurírlandi týskvøldið var ikki bert hin seinasti í hesari undankappingini - Hetta var eisini seinasti dysturin hjá John Petersen sum høvuðsvenjara á landsliðnum.
Eftir fimm ár í venjaratoyminum hevur 48-ára gamli venjarin valt at takka fyri seg. John Petersen hevur verið høvuðsvenjari í júst farnu EM-undankapping, har Føroyar fingu eitt mál og lótu 42 inn í sjey dystum.
Komandi undankapping hjá kvinnunum byrjar í september næsta ár - talan er um HM undankapping. Í vár verða venjingardystir á skránni, skrivar fsf.fo.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
– Hetta er størsti dysturin á árinum, og eg eri spentur til uppgávuna og samstundis eyðmjúkur um møguleikan, sigur dómarin úr Miðvági við heimasíðuna hjá FSF
Klokkan 16 í dag, leygardagin 5. desember, spæla Víkingur og HB finaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
Liðini vunnu seg í finaluna við sigrum farna vikuskifti, og nú er greitt, hvat tað triðja toymi í finaluni verður.
– Hetta er størsti dysturin á árinum, so tað er einki at ivast í, at eg eri spentur til uppgávuna, men samstundis eri eg eisini eyðmjúkur um møguleikan
Hetta sigur Jóhan Hendrik Ellefsen við heimasíðuna hjá FSF. 33-ára gamli dómarin starvast til dagliga sum kommunustjóri í Vága kommunu, og hevur seinastu árini dømt í Betrideildini.
Sambært Faroesoccer hevur Jóhan Hendrik dømt 16 dystir í Betrideildini og ein dyst í kappingini um Løgmanssteypið í ár. Í teimum hevur miðvingurin givið 98 gul kort og tvey reyð.
Aftur at sær á síðulinjunum fer Jóhan Hendrik Ellefsen at hava Andrew Christiansen og Jan Andersen sum hjálpardómarar og Rúni Gaardbo sum 4. dómara. Dómaraeygleiðari verður Jón Kári í Brekkuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Seinasta liðið, ið vann greipuna, var EB/Streymur í 2008. HB vann hana fýra ár frammanundan. Mótstøðuliðið hjá HB leygardagin hevur tapt sínar seinastu steypafinalur, og hevur ikki spælt evropeiskan fótbólt seinastu tvey árini
Trý feløg hava vunnið greipuna í hesari øldini: B36 í 2001, HB í 2004 og EB/Streymur í 2008.
HB hevur vunnið greipuna ofta - millum annað í 1998 - men nú eru 16 ár seinast. Tá vann HB FM sannførandi, og í steypafinaluni endaði tað við 3-1 sigri á NSÍ.
Tað gjørdi tað eisini í hálvfinalunu seinasta sunnudag, og harvið er møguleikin nú har hjá HB at fáa enn eitt steyp í hús. Í landskappingini vann liðið hjá Jens Berthel Askou føroyameistaraheitið við heili 69 stigum.
Hjá Víkingi snýr tað seg um at vinna sítt fyrsta steyp síðani 2017, tá Vìkingur gjørdist føroyameistari annað árið á rað. FM-heitini komu aftaná fýra steypagull á rað: Frá 2012 til og við 2015 stóð eingin Víkingi kurl í steypakappingini, men í 2016 og í 2019 tapti liðið úr Eysturkommunu steypafinaluna.
Í 2016 var møguleikin fyri greipuni har, men KÍ var omaná í finaluni eftir brotssparkskapping. Í fjør var HB omaná í finaluni, og harvið fekk Víkingur hvørki steyp ella evropeiskt pláss. Tað jagstrar liðið aftur leygardagin
HB og Víkingur spæla finaluna um Løgmanssteypið á Tórsvølli í dag, leygardagin 5. desember klokkan 16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Føroyameistararnir vunnu fult uppiborið á NSÍ í hálvfinaluni í Klaksvík, og harvið livir vónin um greipuna
HB var greitt omaná størsta partin av fyrra hálvleiki í Klaksvík sunnudagin, og 2-0 í hálvleiki var í lagið samband leikgongdini. Tað var Daniel Johansen, sum við beinleiðis frísparki legði meistararnar á odda - bólturin snittaði ein NSÍ'ara í múrinum, og beint fyri hálvleik skoraði Adrian Justinussen hegnisliga.
Jens Berthel Askou hevði sett liðið upp í eina 3-5-2 leikskipan, ta somu sum NSÍ hevur nýtt alt ár, og hetta eydnaðist sera væl. Heri Hjalt Mohr var aftur á liðnum, og hann og Hørður Askham, sum var høgri miðverji, høvdu gott tamarhald á Peturi Knudsen. Klæmint Andrasson Olsen fekk tó skorað eitt sera hegnisligt mál í 65. minutti og fekk harvið spenning í aftur.
NSÍ sá betri út eftir stegðin, men HB helt fast, og tíggju minuttir fyri leiklok skoraði vinstri bakkurin sítt annað mál í dystinum - hesaferð við høgra beinið og eftir gott upplegg frá Mathiasi Nygaard.
Harvið er HB triðja árið á rað í steypafinaluni og kann vinna greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2004. Víkingur bíðar á Tórsvølli í finaluni í dag, leygardagin 5. desember, kl. 16.
Hálvfinala í kappingini um Løgmanssteypið, sunnudagin 29/11 í Klaksvík
HB - NSÍ 3-1 (2-0)
8' Daniel Johansen 1-0
44' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
65' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
81' Daniel Johansen 3-1
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinstri bakkur hjá HB, Daniel Johansen, skoraði tvær ferðir móti NSÍ í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Annað árið á rað skal liðið úr Eysturkommunu spæla um steyp og evropeiskt pláss. Ari Olsen skoraði sigursmálið móti B36, ið tá leikti í undirtali
Víkingur er kent sum steypaliðið í Føroyum, og aftur farna leygardag spældi felagið seg í finaluna - fyri áttandu ferð í 13-ára longu søgu felagsins.
B36 var mótsstøðuliðið í hálvfinaluni við Løkin. Talan var um eina lívliga byrjan, har Jákup Johansen hjá Víkingi hevði størsta møguleikan.
B36 kom á odda eftir tjúgu minuttir. Í samband við langt innkast varð ein B36–ari skumpaður í ryggin, og Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál. Víkingur svaraði tó næstan beinanvegin aftur. Eftir hornaspark, datt bólturin út til Jákup, ið smekkaði bóltin í málið av brotsteigarmarkið.
Tað bylgjaði eitt sindur aftur og fram, men tíðliga í 2. hálvleiki broyttust fyritreytirnar. Bólturin kom á armin hjá Símuni Rógva Hansen, ið kom leypandi út, og so var reytt kort til málverjan hjá B36.
Løtuna eftir hendingina var B36 omaná, men so fekk Víkingur tamarhald á bóltinum og støðuni, og miðskeiðis í hálvleikinum fekk Ari Olsen fatur á bóltinum í B36-brotsteignum, og í triðju royndini eydnaðist tað hjá bakkinu at skjóta bóltin í málið til 2-1.
B36 gjørdu sítt fyri at trýsta Viking, og nakrar støður vóru, men teir ljósabláu vóru stinnir í verjustøðu og høvdu eisini sínar møguleikar at økja. Í høvuðsheitinum var Víkingur vandamikið við serliga sínum umstillingum ígjøgnum dystun.
Tað vóru málini hjá strandingunum, ið gjørdu munin fyri liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum um eina viku skal spæla finalu um steyp og evropeiskt pláss móti vinnaranum av NSÍ - HB, sum spæla halvfinalu í Klaksvík í morgin.
Liðið hjá Dan Brimsvík hevur nú feriu.
Hálvfinala í kappingini um Løgmanssteypið, leygardagin 28. november í Runavík:
Víkingur - B36 2-1 (1-1)
22' Alex Mellemgaard (br.) 0-1
25' Jákup Johansen 1-1
67' Ari Olsen 2-1
Reytt kort: Símun Rógvi Hansen (52')
Mynd: Sverri Egholm
Mynd: Sverri Egholm
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
Hóast B36 spældi seg tríggjar ferðir víðari í Europa League fyrr í ár, so fer 2020 í søguna sum fyrsta árið síðani 2012, at felagið ikki spælir seg til evropeiskt pláss
Í Betrideildini endaði B36 nummar fýra. Hetta hevði verið nóg mikið til eitt evropeiskt pláss, um tað var eitt "vanligt" ár, og um NSÍ ella HB væl at merkja vinna steypafinaluna. Men til komandi ár hevur føroyskur fótbóltur bert trý pláss í evropeisku kappingunum hjá UEFA - eitt í Champions League (meistararnir) og tvey í nýggju Conference League (nummar tvey í Betrideildini umframt steypavinnarin/nummar trý í Betrideildini)
At B36 ikki røkkir hesum gjørdist endaliga greitt í gjárkvøldið, tá Víkingur vann 2-1 í hálvfinaluni við Løkin. Alex Mellemgaard legði annars árstalsfelagið á odda við brotssparki miðskeiðis í 1. hálvleiki, men Víkingur svaraði skjótt aftur, og eftir at Símun Rógvi Hansen fekk reytt kort í 52. minutti, gjørdist mótbrekkan tung hjá B36, og miðskeiðis í 2. hálvleiki avgjørdi Ari Olsen dystin.
Harvið er hetta vánaligasta árið hjá B36 síðani 2012, tá tað snýr seg um heimligu kappingarnar. Í 2012 spældi B36 í Champions League - orsakað av FM í 2011 - og tapti eftir brotssparkskapping fyri norðurírska Linfield. Í steypakappingini fór liðið, sum tá var undir leiðslu hjá Mikkjali Thomassen, út í 1. umfari, og í Betrideildini gjørdist talan um eitt 6. pláss.
Í Europa League koppaði B36 millum annað The New Saints (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2013 endaði liðið hjá Mikkjali nummar trý, og síðani hava Sámal Erik Hentze og Eyðun Klakstein, í ávíkavist 2014 og 2015, ført liðið til meistaraheitið og harvið pláss í Champions League, og Eyðun (í 2016) og Jákup á Borg hava fýra ár á rað endað í minsta lagi topp-fýra. Undir Jákupi vann B36 eisini steypakappingina í 2018.
Í ár var 4. pláss ikki nóg mikið, og endastøðin hjá Dan Brimsvík og hansara nýggja toymi gjørdist hálvfinalan. Harvið kunnu B36' arar hyggja aftur á 2016 og stórfegnast um, at man kom víðari tríggjar ferðir í Europa League - móti St Joseph's (Gibraltar), Levadia Tallinn (Estland) og The New Saints (Wales) - umframt at avrikið í Sofia var sera gott. Har kom eisini góður peningur inn, men hinvegin so verður einki slíkt gjørligt komandi ár, tá B36 fyri fyrstu ferð síðani 2013 ikki luttekur í evopeiskari kapping hjá UEFA.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Fyri fyrstu ferð síðani 2016 verða toftamenn at síggja í Betrideildini. AB noyðist tungu gongdina niður í 1. deild. Tað gjørdist greitt eftir, at Andri Benjaminsen fekk sítt hattrikk í 119. minutti
Eftir fýra ár í 1. deild høvdu toftamenn sunnukvøldið møguleika at tryggja sær uppflyting til Betrideildina. Og hetta eydnaðist. Andri Benjaminsen legði tríggjar ferðir B68 á á odda, og tá vinstri vongurin sendi bóltin framvið Silas Eyðsteinssyni seint í longdu leiktíðini megnaðu teir 10 hjá AB ikki at svara aftur.
Hetta var annars eydnast í vanligu leiktíðini, har toftamenn í yvirtalið lótu AB stýra ov nógv, og ein púra fríur Bjarki Nielsen slapp at javna.
Í 1. hálvleiki í longdu leiktíðini var Andri til reiðar við vinstra beininum við aftaru stong, og so var 2-1. Rógvi Poulsen skifti Adeshina Lawal inn, og næstan beinanvegin fekk áleyparin fatur a bóltinum rakk eitt sindur og spældi Jasper van der Heyden frían og belgiski leikarin skoraði til 2-2.
Nú líktist tað brotssparkskapping á Tórsvølli, men Andri vildi tað øðrvísi. U21-landsliðsleikarin, ið kom aftur til barndómsfelagið út NSÍ í vetur, royndi seg úr spískum, og lítla løtu seinni var tað endiliga veruleiki, at B68 fyri fyrstu ferð síðani 2016 skal spæla í Betrideildini, og tað fegnaðust mongu og larmandi áskoðarnar av eystara armi á Skálafjørðinum stórliga um saman við leikarunum.
Hetta var eisini fyrstu ferð síðani 2016, at tveir uppflytarar eru. B68 og 07 Vestur avloysa komandi ár Skála og AB.
Upp- og niðurflytingardystur, Tórsvøllur 29. november 2020
B68 - AB 3-2 eftir longda leiktíð (1-1)
35' Andri Benjaminsen 1-0
76' Bjarki Nielsen 1-1
103' Andri Benjaminsen 2-1
111' Jasper van der Heyden 2-2
119’ Andri Benjaminsen 3-2
Reytt kort: Gilli Róason (AB - 41')
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Farna fríggjakvøld eydnaðist tað fyri fyrstu ferð argjamonnum at vinna eina steypakapping í elstu dreingjadeildini – Dysturin millum AB og B36 endaði 2-1
Tað var á Tórsvølli undanfarna fríggjakvøld, at argjamenninir sigraðu 2-1 á B36 í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið.
Sum heild var dysturin javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, fekk AB hol á. Málskjútti var Rói Vilhelm. Hann skoraði bæði málini hjá argjaliðnum.
Tað var Rani í Soylu, sum skoraði einasta málið hjá B36 í 38. minutti. Síðani var aftur javnleikur, inntil seinasta málið varð skorað, tá 13 minuttir vóru eftir av dystinum.
Sostatt hevur AB á fyrsta sinni vunnið U21 steypakappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2020
28-ára gamli kantspælarin skiftir felag eftir tvey ár í B36
KÍ kunngjørdi mánakvøldið sín fyrsta styrk til komandi kappingarár. Og tað er ikki hissini styrkur. 28-ára gamli Árni Frederiksberg hevur seinasta áratíggju gjørt um seg í Betrideildini, har hann hevur 259 dystir á baki - fyrst við barndómsfelagnum NSÍ og seinastu tvey árini í B36.
Serliga eru tað mongu uppleggini, m.a. tey góðu innleggini við gylta vinstra beininum, sum hava eyðkent kantspælaran. Vinstra beinið hevur eisini verið nýtt til at skorað nógv góð mál við ígjøgnum árini.
Nú er greitt, at hann skal spæla í bláum. Runavíkingurin kemur óivað at styrkja um álopspartin hjá KÍ, sum í ár endaði nummar trý í Betrideildini. Um HB vinnur á Vìkingi leygardagin, skulu Árni og KÍ spæla í UEFA Conference League komandi ár. Tað er kappingin, sum føroysk lið koma at spæla í ístaðin fyri Europa League.
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Argjamaðurin hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við árstalsfelagið í Havn
Seinastu tíðina hava søgurnar gingið, og nú er tað váttað, at Bjarki Christiansson Nielsen skal spæla fyri B36. Felagið boðaði týskvøldið frá, at ein tvey-ára sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar.
22-ára gamli kantspælarin, sum er uppvaksin í AB, skal vera við til at fylla holið eftir Árna Frederiksberg, sum hevur skift til KÍ. Sunnukvøldið flutti hann niður við AB, men Bjarki hevði allarhelst skift felag kortini.
- Eitt skifti til just B36 hevur verið í huganum í eina tíð hjá mær. Tað tykist, sum virkar felagsskapurin kring liðið sera góður, og eg gleði meg at verða partur av hópinum.
Magni Vatnhamar Mouritsen saman við nýggjasta leikaranum hjá B36, Bjarka Nielsen (Mynd: B36)
Hetta sigur Bjarki Nielsen við heimasíðuna hjá B36, nú hann hevur heilsað uppá nýggju liðfelagarnar. Bjarki skal í 2021 og 2022 spæla undir Dan Brimsvík.
Argjamaðurin spældi í ár allar 27 dystirnar í Betrideildini fyri barndómsfelagið, har talan gjørdist um sjey mál. Samanlagt hevur Bjarki spælt 85 dystir í fremstu røð, og í 2017 gjørdist hann sum bert 18 ára gamal toppskjútti í 1. deild, tá AB flutti upp.
Nú er málið fyrst og fremst at verða fastur partur av liðnum hjá B36, sum endaði nummar fýra í Betrideildini, tapti hálvfinaluna í steyakappingini, og sum harvið ikki skal spæla í evropeiskari kapping næsta ár:
- Persónliga vóni eg, at eg megni at bíta meg fastan í hópin og fáa nógva spælitíð, og so er ætlanin avgjørt eisini, at vit í 2021 aftur vinna okkum rættin til europiskan fótbólt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Toftamaðurin hevur verið í venjaratoyminum hjá B36 seinastu tvey árini. Nú hevur hann skrivað undir tvey-ára sáttmála við NSÍ
Sum 28-ára gamal kom André Olsen í venjaratoymi hjá B36. Hann hevur verið ein av hjálparvenjarunum hjá Jákupi á Borg seinastu tvey kappingarárini.
Nú er greitt, at André Olsen komandi tvey árini skal vera hjálparvenjari í Runavík. NSÍ boðar í dag frá, at 30-ára gamli toftamaðurin verður partur av venjaratoyminum, ið danin Allan K. Jepsen stendur á odda fyri.
André Olsen var í 2016 partur av NSÍ sum leikari.
Mynd: NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Jákup Biskopstø Andreasen undirskrivað nýggjan sáttmála við KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen og KÍ hava undirskrivað nýggjan sáttmála.
Norðlýsið hevði gitingar um, at nú KÍ-liðskiparin næsta ár fór at til Havnar í lestrarørundum, var møguleiki fyri at hann fór at spæla við einum av høvuðsstaðarfeløgunum.
Men trúgvi 22 ára gamli KÍ-liðskiparin heldur fram í Klaksvík, boðaði KÍ frá hóskvøldið. Sáttmálin er galdandi fyri 2021 og 2022.
Jákup Biskopstø Andreasen er skrásettur fyri 140 dystur í bestu deildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Áleyparin hevur skrivað undir sáttmála fyri 2021. Danin hevur skorað 14 mál fyri HB, síðani hann kom miðskeiðis í juli, og hann stórtrívist á og uttanfyri vøllin í Føroyum
Í summar kom 27-ára gamli Mikkel Dahl til HB úr Nykøbing. Hann byrjaði beinanvegin at skora mál - í grannauppgerðini móti B36 - og tað gjørdist til 14 mál í 13 dystum í Betrideildini.
Hann skuldi bert nýta 954 minuttir til at enda í topp-fimm á toppskjúttalistanum, og nú er greitt, at HB heldur uppá vandamikla danan.
Partarnir hava longt samstarvið, so tað er galdandi fyri 2021 eisini.
Nú gleðir áleyparin seg til steypafinaluna móti Víkingi, har HB hevur møguleikan at tryggja sær greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2004.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann síðsta vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann síðsta vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi.
Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin.
Luttøkan var góð. 28 telvarar snartelvaðu fríggjakvøldið, og 26 kappaðust í kviktelvingini dagin eftir. Toppurin í føroyskum talvi var væl umboðaður. Í mun til heldur sløku umboðanina í útsettu FM-einstaklingakappingini, sum var í Runavík fyri stuttum, var tað gleðiligt at síggja, at mestsum allir topptelvararnir nú vóru við.
Kanska eitt tekin um, at telvarar eru farnir at dáma betur stutttelving heldur enn klassisku langtelvingina?
Kappingin gjørdist ein maktdemonstrasjón hjá Helga Dam Ziska, sum kom, sá og sigraði. Snarkappingina vann hann við fullum stigatali - 11 stig í ellivu umførum. Høgni Egilstoft Nielsen gav honum kortini ein skarpan gang. Høgni vann allar hinar mótstøðumenninar uttan Helga. Innanhýsis talvið teirra millum var tí avgerandi.
Í kvikkappingini var munurin minni. Nú telvaðu Helgi og Høgni javnt sínamillum, men Høgni tapti fyri Olaf Berg. Umframt javnleikin móti Høgna telvaðu Helgi og Martin Poulsen eisini remis.
FM í snartalvi 2020
1. Helgi Dam Ziska, HT (11 stig)
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST (10)
3. Olaf Berg, HT (8 stig)
4. Martin Poulsen, HT (6½ stig)
5. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST (6½ stig)
6. Luitjen A. Apol, HT (6½ stig)
7. Sjúrður Thorsteinsson, HT (6½ stig)
8. Finnbjørn Vang, KTF (6 stig)
9. Carl Eli N. Samuelsen, HT (6 stig)
10. Andrias Danielsen, TT (6 stig)
FM í kviktelving 2020
1 Helgi Dam Ziska, HT (8 stig)
2 Høgni Egilstoft Nielsen, ST (7½ stig)
3 Olaf Berg, HT (6 stig)
4 Hans Kristian Simonsen, KT (6 stig)
5 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST (6 stig)
6 Martin Poulsen, HT (6 stig)
7 Flóvin M. Tummasarson, KTF (6 stig)
8 Margar Berg, HT (5½ stig)
9 Eyðun Nolsøe, KTF (5 stig
10 Heðin Gregersen, KTF (5 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin
Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november. Kappingin er skipað soleiðis, at limafeløgini kring landið undir Føroya Bridgesambandi kappast innanhýsis um FM-heitið.
Í kappingini hesaferð luttóku fýra lið: Eysturoyar Bridgefelag við tveimum liðum, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag.
Øll liðini leiktu ein dyst móti hvørjum øðrum. Í hvørjum dysti vórðu leikt 20 spøl. Sostatt skuldu leikast í alt 3 umfør á 20 spøl, og tann sum tá var fremstur gjørdist føroyameistari.
Úrslitini vóru hesi:
Umfar 1:
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Nýggja Bridgefelag: 12,76-7,24
Havnar Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2: 20,0-0,0
Umfar 2:
Nýggja Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2: 8,66-11,34
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Havnar Bridgefelag: 3,07-16,93
Umfar 3:
Havnar Bridgefelag – Nýggja Bridgefelag: 14,39-5,61
Eysturoyar Bridgefelag 2 – Eysturoyar Bridgefelag 1: 15,28-4,72
Úrslitið gjørdist hetta:
Havnar Bridgefelag: 51,32 stig
Eysturoyar Bridgefelag 2: 26,62 stig
Nýggja Bridgefelag: 21,51 stig
Eysturoyar Bridgefelag 1: 20,55 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2020
Mánadagin var greitt, at felagið hjá Brandi Hendrikssyni flytir niður
Sunnudagin spældi Helsingborg IF málleysan javnleik á heimavølli móti Falkenberg. Og mánakvøldið, tá Kalmar FF vann á AIK, gjørdist greitt, at Helsingborg IF ikki verður við í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan, komandi kappingarár.
Og týsmorgunin komu so boðini um, at fyrrverandi landsliðsstjørnan, Olof Mellberg, ikki verður venjari hjá Helsingborg komandi ár. Síðsti dysturin verður móti IFK Norrköping sunnudagin.
Mellberg hevði sáttmála við í eitt ár afturat, men samstarvið millum partarnar er nú støðgað.
- Hetta hevur verið eitt ár við mótgongd. Eg má tíverri ásanna at eg ikki havi megnað at gera nóg mikið til at halda felagnum í Allsvenskan, sigur Olof Mellberg við heimasíðuna hjá felagnum.
Komandi ár skal Helsingborg spæla í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, sum eitur Superettan. Hóast eitt umfar er eftir í svensku kappingini, so er eisini greitt, at hitt niðurflytingarliðið verður Falkenberg FF.
Olof Mellberg kom til Helsingborg stutt fyri kappingarlok í september í fjør, tá tað eydnaðist honum at bjarga felagnum undan niðurflyting.
Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson, skrivaði beint fyri nýggjár í fjør ein trý ára sáttmála við Helsingborg IF.
Brandur Hendriksson í dysti fyri Helsingborg IF (Mynd: hif.se)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2020
Venjarin, ið fekk sekkin í FCK í oktober, tekur yvir frá Lars Lagerbäck, sum nú er uppsagdur
Í 2009 var Ståle Solbakken framvegis ein rímuliga ungur venjari. Tá varð hann settur til at taka yvir sum norskur landsliðsvenjari frá 2012.
Hetta gjørdist ongantíð veruleiki, tí Solbakken gjørdist venjari hjá FC Köln. Hann var stutta tíð í Týsklandi, áðrenn leiðin gekk til Wolverhampton. Har gekk tað heldur ikki so væl hjá norðmanninum, ið skjótt var aftur í Keypmannahavn, har hann frá 2006 til 2011 syrgdi fyri, at FCK var best í Danmark og fekk nógv heilt góð úrslit í evropeisku kappingunum.
Tíðarskeiðið frá 2013 til og við oktober 2020 var fyri tað mesta heilt gott - serliga í Evropa - men frá kappingarbyrjan í 2019 hava úrslitini í Superliguni veriðov vánalig, og tíðliga í oktober varð Ståle Solbakken uppsagdur í FCK.
Lars Lagerbäck á Ullevaal leikvøllinum í fjør undan EM-undankappingardystinum hjá Noreg móti Føroyum, ið endaði 4-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Nú hevur Ståle fingið nýtt starv. Norska fótbóltssambandið boðaði hósmorgunin frá, at samstarvið við svian, Lars Lagerbäck, er støðgað, og at 52-ára gamli Ståle Solbakken kemur í starvið í staðin.
Lagerbäck tók við í 2017, og hevur ført norska liðið á rætta kós aftur. Liðið hevur staðið seg væl serliga seinastu tvey árini, men megnaði ikki at vinna playoff-dystin til EM-endaspælið móti Serbia í november og vann ikki Nations League bólkin - tó orsakað av korona.
Mett verður, at tíðin er til nakað nýtt, og Ståle Solbakken hevur í samband við setanina sagt, at hann hevur hugsað seg væl um seinastu vikurnar, og at hann metir at hetta er rætta tíðin at taka við sum landsliðsvenjari. Venjarin úr Hamar sigur, at hann er errin yvir, at hann fekk fyrispurningin um at taka við sum venjari hjá sínum landi, og at hetta verður ein heilt øðrvísi uppgáva í mun til hana í FCK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2020
Nissurnar hjá drotningini hava verið í gomlu íbúðini hjá Fríðriki 9., har skjøl og myndir frá søgu Kongshúsins eru savnað og goymd.
Nissugentan fer til Føroya og Grønlands at leita eftir sínum systkum í jólakalendaranum hjá danska kongshúsinum.
Í kalendaranum fyri 2. desember vóru tekningar av Føroyum, sum ikki hava verið at sæð fyrr. Tær eru av Drangunum og Tindhólmi og Kirkjubømúrinum.
2. desember:
Í einum horni í Christian VIII´s Palæ hjá Kristiani kongi 8. á Amalienborg er handbókasavnið hjá Hennara Hátign Drotningini. Heilt neyvt er tað í gomlu íbúðini hjá Fríðriki 9., har kilometrar av skjølum og myndum frá søgu Kongshúsins eru savnað og goymd bæði í kassum, á bókahillum og nú eisini talgilt á stórum harðdiskum. Í Handbókasavninum eru sjókort og frágreiðingar frá ferðum hjá kongum, drotningum, prinsum og prinsessum til tað, vit í dag kenna sum ríkisfelagsskapin, væl varðveitt. Hjá Nissugentuni er tað tí rætta staðið at fyrireika ferðina til Føroya og Grønlands, har hon skal finna systkin síni.
Við at snara einum globusi frá 18. øld fáa nissurnar sett sær kós. Við strekkinum í huga er tað heilt natúrligt, at fyrsti steðgurin verður í Føroyum, soleiðis sum tað vildi til á miklu ferð Kristians 10. í 1921. Í skjalagoymsluni um Føroyar finna nissurnar nakrar tekningar, sum Fríðrikur krúnprinsur (7.) teknaði í 1844 við hugmyndini av tí, hann fekk av oyggjunum í Norðuratlantshavi. Tí ferðin í 1844 hevði stóra ávirkan á komandi kongin – og nissurnar minnast, hvussu hann heima í Danmark segði frá mánaðarlongu ferðini, ið fevndi bæði um rannsóknarferðir í helli og um lundaveiðu. Tekningarnar eru ongantíð fyrr vístar alment fram, og nissurnar hugsa, at myndevnini kunnu brúkast til at beina á staðið, har Nissubróður er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Ríkisfelagsskapurin er karmur um talgilda jólakalendaran hjá Kongshúsinum í ár
Í ár er ríkisfelagsskapurin karmurin um jólakalendaran hjá Kongshúsinum.
Jólakalendarin er tann fimti av slagnum, og er aftur í ár ein søga um handgjørdu nissurnar hjá Hennara Hátign Drotningini.
Kalendarin snýr seg um eina vætragentu, sum fer til Føroya og Grønlands at finna systkin síni.
Systkini búsettu seg í ávikavist Føroyum og Grønlandi undir kongsvitjanini hjá Christian 10. og Alexandrinu drotning í 1921. Eingin hevur sæð tey síðani, verður sagt.
Tað ber til at fylgja við kalendaranum á Instagramvanganum hjá Kongshúsinum fram til jólaaftan.
Tú kanst eisini fylgja við ársins jólakalendara á heimasíðuni hjá Kongshúsinum, kongehuset.dk, á donskum, føroyskum, grønlendskum og enskum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Seinasti bloggurin hjá Sunnvá Dahl Rasmussen, sum í síðstu viku e saman við Martini Høgfeldt Olsen vann Nybyggerne á TV2
Síðsta rúmið í ‘Nybyggerne’ var aftur í ár, stovan. Eg hevði glett meg so leingi at sleppa í holt við stovuna. Stovan er, fyri Martin og meg, ein sera týdningarmikil partur av húsinum. Stovan skal innihalda nógvan hugna og pláss til at hava vinfólk framvið til ein drekkamunn. Stovan skal eisini hava pláss til at slappa av. Sum eg nevndi, so var stovan síðsta rúmið, og tað merkti, at vit kundu nýta allan peningin, ið vit høvdu eftir. Vit høvdu áleið 60.000 krónur til stovuna, ið var meir enn dupult so nógv, sum vit høvdu brúkt upp á tað rúmið, ið hevur verið dýrast higartil.
Tað fyrsta, ið vit kannaðu, tá vit sluppu í gongd, var um tað grøna gólvið var til at fáa fatur á. Tað var tað ikki. Tí vóru vit noydd til at fara eina aðra leið, og velja eitt nýtt gólv. Tað var møguligt at fáa aðrar litir av sama gólvið, men vit hildu, at tað fór at vera ov løgið at hava tveir ymiskar litir í sama rúmið.
Vit valdu tí at fara ein heilt annan veg, og valdu tí eitt eik trægólv, ið hóskaði væl til køksoynna og hinar møblarnar, ið vit sjálvi høvdu bygt. Fyri at vera ein plan B, so halda vit, at tað eydnaðist sera væl.
Vit fóru aftur í holt við at byggja. Hesaferð bygdu vit eina daybed og ein rúmdeilara. Stovan er sera avlang og tí mettu vit, at tað var neyðugt at deila stovuna í tvey. Vit hugsaðu eisini terassuna inn í innrættingina av stovuni. Terassan var ætlað sum eitt eyka rúm til stovuna og tí máttu vit hava fría leið at ganga frá stovuni og út á terassuna.
Av tí, at peningurin ikki manglaði í stovuni, fingu vit keypt nógva føroyska list. Vit keyptu tvey prent. Eitt frá Tróndi Patursson og eitt frá Kára Svensson. Harafturat keyptu vit tveir málningar frá Fríðu Berg, ið er ein heldur ung, upcoming listakvinna.
Listin fyllir sera nógv heima hjá okkum í Keypmannahavn og spælir ein sera stóran leiklut í okkara innrætting. Tað hevur tó verið sera torført at funnið list, ið okkum dámar og hava ráð til upp á so stutta tíð. Nú høvdu vit endiliga peningin til tað, so nú var at gera skjótt av.
Vit fingu fatur á eini sera flottari Wegner sofu, ið eisini fekk sítt pláss í stovuni. Sofan varð keypt frá eini kvinnu, ið umvælir gamlar sofur. Sofan var nýpussað og behandlað, og harafturat vóru púturnar nýpolstraðar. Fyri at útnytta plássið í stovuni, keyptu vit tveir stólar, ið skuldu skapað kaffihornið saman við sofuni.
Tað var sera stuttligt at síggja húsini liðug. Endiliga vórðu allir teir træðirnir samlaðir, og vit sóu ein týðiligan samanhang í millum øll rúmini í húsinum. Vit kendu okkum endiliga ordiliga heima.
Tað tyktiskt sera óveruligt, at vit sjálvi høvdu bygt og innrættað eini heil hús. Dagarnir í stovuni vóru tí sera kenslubornir, tí vit vistu, at hetta Nýbyggjara-ævintýrið skjótt fór at hava sín enda.
Tá stovan var avhandað, og dómararnir høvdu tikið sína avgerð, varð ein lítil fráfaringarveitsla hildin inni hjá okkum. Allir nábúgvarnir, myndafólkini, ritstjórin, framleiðslustjórin og øll hini rundanum, vóru við. Tað kendist sum, at vit høvdu verið á eftirskúla og skuldu siga farvæl.
Nógv tár runnu tað kvøldið. Vit vóru øll felags um hesa fantastisku uppliving óansæð, um vit høvdu verið framman ella aftanfyri myndatólið.
Síðstu upptøkudagur var síðst í juni, so nú spola vit tíðina fram til 25. november 2020.
Finaludagur:
Finaludagurin var tann ringasti av teimum øllum. Martin og eg fingu einki sovið náttina áðrenn, tí nervarnir longu gjørdu um seg tá. Vit føldu okkum sjúk og høvdu so nógvan kvalma, grundað av nervum, allan dagin. Vit royndu at fáa tíðina at ganga við onkrum, men tað kendist sum, at tíðin stóð í stað.
Endiliga komu vit til finaluna. Foreldur og vinfólk vóru komin úr Føroyum at stuðla okkum, og vóru við í finaluteltinum. Teir minuttirnar vit sótu á pallinum tóktust at vera æviga langir.
Tá okkara nøvn vóru rópt sum vinnarar av ‘Nybyggerne’ 2020, fór okkara heimur í svart. Vit vóru fullkomiliga frá okkum sjálvum. Tað var ein so stórur skelkur fyri okkum, at vit ikki minnast løtuna og minuttirnir aftaná. Vit høvdu ikki roknað við at vunnið, og tí vóru vit so skelkað.
Hóast dagurin var ræðuligur, so endaði hann betri enn vit nakrantíð høvdu kunnað ímyndað okkum. Vit vóru eini hús ríkari, tá dagurin var liðugur.
Vit vilja siga túsund túsund túsund takk til øll tey, ið hava stuðlað okkum allan vegin, og til tey, ið sendu okkum atkvøður á degnum. Vit eru tykkum æviga takksom, og júst tín atkvøða kundi vera avgerðandi.
Tað tekur nakrar mánaðir, áðrenn húsini av álvara eru okkara, og tí verða vit í Keypmannahavn í nakrar mánaðir afturat. Kanska eg fari at dagføra tykkum, tá vit koma í húsini, og skulu í holt við ymiskar smáar verkætlanir haryviri.
Takk fyri hesuferð, vónandi hava tit notið at lisið við um tíðina sum Nýbyggjari.
Vit hoyrast væntandi aftur.
//Sunnvá
------
Navn: Sunnvá Dahl Rasmussen
Aldur: 25 ár
Stutt lýsing: Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.
Instagram: @Sunnvadahlrasmussen
Facebook síða: Nybyggerne - Sunnvá & Martin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2020
Nú er tann tíðin longu komin aftur, har vit fara at hugsa um, at pynta til jóla
Nú er tann tíðin longu komin aftur, har vit fara at hugsa um, at pynta til jóla. Tað er ymist, hvat fólk halda um tað, men við hesum jólaprýðinum, skuldi tað helst verið stuttligt, at pynta til jóla.
Summi ganga tó høgt uppí, at jólatræið skal vera vakurt og klassiskt pyntað við eins jólakúlum, ella við fáum útvaldum litum, soleiðis at alt hóskar saman. Men tey seinastu árini, er eitt annað rák fari at gera um seg, og tað sær út til, at hetta rákið heldur fram í ár. Tað snýr seg um at pynta jólatræið við ymiskum stuttligum og serstøkum jólakúlum, og samstundis kann jólatræið síggja eitt sindur rokaligt út. Hesar festligu jólakúlurnar gera tað møguligt, at seta ein persónligan dám á jólatræið.
Um tú ávíkavist keypir jólaprýði á alnótini ella í handlum, hygg so fegin eftir slíkum jólaprýði, og pynta træið við croissantum, bananum, pizza, ísvaflum, hotdogs, avocado og øllum millum himmal og jørð!
Prei: Til ber sjálvsagt eisini at hanga hesar jólakúlur á greinar ella í vindeyguni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald