Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 12. desember 2020 | Nr. 9 | Árgangur 1 | Kr. 0,00

- Ein ærligur filmur um hvussu tað følist at búgva í Havn

Spælifilmurin “111 góðir dagar” verður at síggja í biografunum í mars, og fólk kunnu gleða seg til ein film, sum er heilt øðrvísi enn aðrir føroyskir filmar, sigur Trygvi Danielsen

SíÐa 2

1 Leygardagur 12. desember 2020

Hevur tú kekkað 'yvirlit' ovast í høgra horni?

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

Smittan órógvar gleðishátíðina

Nýggja koronahóttanin merkist sum ein spennitroyggja í løtuni. Tølini av smittaðum vaksa spakuligani, men stútt, og øll ganga við einum lítlum ótta í sær, at komandi høgtíðin - ið annars er gleðishøgtíðin stóra - í ár fer at hava okkurt ófrættakent við sær.

Fer smittan at eksplodera nú lesandi ungdómur okkara vendir heim úr útlondum at vera saman við familjuni um jólini?

Í Danmark hava tey so at siga latið aftur í størsta partinum av landinum, og líknandi tiltøk eru sett í verk í øðrum londum eisini. Hjá okkum merkist tað ikki – her er so at siga ongin smitta í Føroyum í løtuni, og nógv tykjast ikki at halda, at mest vanligu atlitini um frástøðu og reinføri nýtast at vera so strangt hildin.

Men hvat hendir, tá øll koma heim?

Í vikuni fekk landsstýrismaðurin við vinnumálum heimild at steingja matstovur og skeingingarstøð, um tað verður hildið verða neyðugt fyri at forða smittuna í at spjaða seg.

Í gjár, fríggjadagin, skuldi eftir ætlan eisini vera tíðindafundur, har løgmaður fór at koma við nýggjum tiltøkum og tilmælum fyri hvussu vit skulu uppføra okkum.

Henda fráboðanin er nú útsett til seinnapartin mánadagin.

Fer hann at banna dansi og almennari útskeinking annað jólakvøld? Vit ivast ikki í, at tað er eitt av ráðunum hann hevur fingið.

Men løgmaður hevur fyrr víst seg ikki at góðtaka øll tilmæli hann fær. Hann hevur álit á, at vit sjálvi duga á at skyna á hvat er rætt at gera.

Men hvat er tað rætta at gera? At vera ansin, er nokk mest einfalda svarið, men hvat merkir tað?

Og hvat annað fer hann at siga? Kann hugsast at hann, eins og grønlendski starvsbróðurin gjørdi fyri nøkrum vikum síðani, fer at heita á landsmenn og -kvinnur um at lata vera við at koma til Føroya í ár?

Meðan vit fara inn í enn eitt vikuskifti, har nógv fólk fara í býin og í veitslur og nógv heilt fara gloyma tilmælini um fjarstøðu, eru vit nógv sum bíða í spenningi eftir hvørji boð løgmaður kemur við mánadagin. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3162

    Lisnar síður: 281

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 12. desember 2020

- Ein ærligur filmur um hvussu tað følist at búgva í Havn

Spælifilmurin “111 góðir dagar” verður at síggja í biografunum í mars, og fólk kunnu gleða seg til ein film, sum er heilt øðrvísi enn aðrir føroyskir filmar, sigur Trygvi Danielsen

Búi Dam í einum av høvuðsleiklutunum
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vár verður nýggjur føroyskur spælifilmur væntandi at síggja í føroysku biografunum. Talan er um “111 góðir dagar”, sum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl hava framleitt.

Talan er um ein film, sum er heilt øðrvísi enn aðrir føroyskir filmar, sigur Trygvi Danielsen, sum hevur leikstjórnað og skrivað handritið til filmin.

– Filmurin, ið samantvinnar humor og tað meira álvarsama, er nokkso ráur. Tað er ein øgiliga ærligur filmur, sum torir at fara inna spurningar, sum eru torførir at viðgera, men sum kortini ger tað á ein hátt, sum ikki er so álvarsamur.

[object Object]Torkil Tórgarð spælir ein av høvuðsleiklutunum

[object Object]

Spælifilmurin byggir víðari á 25 minuttir langa stuttfilmin av sama navni, sum Trygvi Danielsen framleiddi í 2016. Filmurin varð innstillaður til Geytan í 2018, sum hann eisini endaði við at vinna.

Spælifilmurin er í fýra kapitlum, og fyrsti kapitullin er upprunastuttfilmurin.

Sambært Trygva Danielsen, var tað altíð ætlanin at gera “111 góðir dagar” til ein spælifilm, og eftir at hava vunnið Geytan fingu teir flog undir veingirnar at fara víðari við verkætlanini.

[object Object]

Í 2018 fóru teir í holt við spælifilmin, og sjálvt upptøkurnar vórðu gjørdar á sumri í fjør yvir tríggjar-fýra vikur. Tær flestu av upptøkunum eru gjørdar í Havn, men okkurt er eisini tikið upp í Nólsoy og Leynum, men har er talan um innandura upptøkur sum framvegis skulu eitast at vera í Havn. Allur filmurin gongur nevniliga fyri seg í og kring høvuðsstaðin.

Um at vera ungur í Havn
– Eg havi skrivað filmin útfrá mínari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havnini – í Føroyum sum heild, men serliga í Havn, tí tað er har eg eri frá, sigur Trygvi Danielsen.

– Eisini havi eg skrivað filmin útfrá, hvussu tað kenst at vera í 20unum og at koma inn í seinnu helvt av 20unum. Hvussu einsligt tað verður, bæði tí at har eru fá fólk, sum tú kennir í tí aldursbólkinum, men eisini tí tað er einsligt at blíva vaksin, at skula taka ábyrgd og alt tað, sum hoyrir við. Tað er eitt sindur ein granskan av mínari uppliving av Havnini.

Síðan upptøkurnar vórðu lidnar, hava framleiðararnir klipt í sjey mánaðir, og nú manglar bert ljóðbland og litbland, so filmurin kann vísast í biografunum.

[object Object]Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl

[object Object]Annika Hoydal er á leikaralistanum

Brúk fyri pengunum
Tað var eftirframleiðslan, sum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl sóknaðust eftir fígging til umvegis Hópfígging. Teir settu sær fyri at savna 90.000 krónur inn, og fáar dagar eftir, at hópfíggingin varð stovnað, høvdu teir fingið 100 prosent av upphæddini, og teir hava síðani fingið væl meira enn tað, hóast fólk hava tríggjar vikur eftir at stuðla.

– Eg hugsaði ikki rættiliga um, hvat fór at henda, men eg gekk í øllum førum ikki útfrá, at tað fór at ganga so væl og so skjótt, sigur Trygvi Danielsen, sum leggur afturat, at talan eisini var um eina upphædd, sum var eitt sindur konservativ.

– Vit vistu ikki, hvussu høgt vit kundu seta tað talið, og teir eyka pengarnir, vit hava fingið, koma væl við. Vit hava satt at siga brúk fyri eitt sindur av fígging afturat tí, sum er komið, fyri at hava ráð til alt.

Trygvi Danielsen vónar tí, at fólk, sum hava áhuga fyri verkætlanini, halda fram við at stuðla teimum, hóast teir hava fingið omanfyri 100 prosent av tí, sum ter upprunaliga sóknaðust eftir.

Sum kunnugt er ætlanin, at filmurin skal frumsýnast í mars, men hvussu nógvar sýningar vera, er ógreitt.

– Tað veldst um, hvussu væl umtóktur filmurin verður. Vit ætla, at hann skal ganga í øllum biografum allastaðni, og at allir føroyingar skulu fara at hyggja. Tað er dreymurin. Jú longri hann kann ganga, tess betri er tað, sigur Trygvi Danielsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

3
Leygardagur 12. desember 2020

Tók bert fáar dagar at fáa fígging til føroyska filmsverkætlan

Eftir fimm dagar eydnaðist tað Trygva Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl at røkka málinum á 90.000 krónur til føroyska spælifilmin “111 góðir dagar” umvegis Hópfígging

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Tvær vilstar sálir við ósambæriligum heimsfatanum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum, og tað vísir seg líðandi, at teir eru samantvinnaðir av onkrari megi, ið er nógv størri, enn teir duga at skilja.

Soleiðis stendur í lýsingini av nýggja føroyska spælifilminum “111 góðir dagar”, sum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl hava framleitt.

Á leikaralistanum eru nøvn sum Annika Hoydal, Búi Dam, Torkil Tórgarð, Anfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Sóleyð Danielsen, Høgni Mohr, Eivør Pálsdóttir, Joe & The Shitboys, og Ole Wich.

Filmurin, sum er 93 minuttir langur, er nærum liðugur; nú manglar bara tað síðsta, sum er biografljóðbland og litbland. Tað er tað, sum filmsframleiðarnar sóknaðust eftir fígging til umvegis Hópfígging. Ætlanin er at hava frumsýning 11. mars 2021.

Hópfíggingin varð stovnað 25. november. Málið var 90.000 krónur, og, tað gekk ikki lang tíð, so varð verkætlanin fullfíggjað. Aftaná ein dag varð meira enn ein fjórðingur komin inn, og aftaná fimm dagar varð komið heilt á mál.

Í skrivandi stund eru fleri enn 100.000 krónur latnar í stuðli, og fram til 3. januar ber enn til at stuðla verkætlanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

4
Leygardagur 12. desember 2020

Rundkoyringin – ein glotti í einum døprum ári

Søgurnar um ‘the jellyfish roundabout” hevur ómetaligan týdning fyri føroyska umdømið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Hetta er bara gott fyri okkum. Serliga í einum ári, har heimurin ikki hevur so nógv at fegnast um, og upplatingar av stórum byggiætlanum ikki hava verið so vanligar.

- Men hetta hevur eisini ómetaligan týdning fyri at lýsa Føroyar sum eitt framkomið land við dirvi at gera stórar íløgur. Hetta skapar áhuga.

Soleiðis sigur Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands, nú alheims fjølmiðlar kappast við at koma við søgum, sum lýsa undirsjóvartunnilin millum Hvítanes og Skálafjørðin, sum – væntandi – verður latin upp komandi leygardag.

Og tað er vakurt upplýsta rundkoyringin undir Saltnesgrynnuni, sum er tað, ið fangar altjóða áhugan. Føgru myndirnar hjá myndamanninum Ólavi Frederiksen, sum tunnilin brúkar at gera vart við seg, hava sanniliga eisini gjørt sítt til.

- Og hetta er bara byrjanin. Tunnilin er jú ikki latin upp enn, og listaverkið hjá Tróndi Patursson ikki liðugt uppsett. Eg rokni við, at tað verða enn fleiri greinir og myndir at síggja í altjóða miðlum komandi vikurnar, sigur stjórin fyri Visit Faroe Islands.

[object Object]Guðrið Højgaard (Savnsmynd)

Vísir eitt modernað samfelag
Fyri Guðrið Højgaard og restina av starvsfólkunum á Visit Faroe Islands, kemur nógva umrøðan av Eysturoyartunnlinum og rundkoyringini undir havsins botni væl við, nú tey nú skulu undir at skumpa ferð aftur á føroysku ferðavinnuna, tá heimurin so spakuliga fer at latast upp aftur.

- Sjálvandi er tað gott at fáa umrøðu. Men eg haldi, at tað góða er, at Føroyar við hesi umrøðu verða lýstar sum tað modernaða samfelag vit eru og fegin vilja vera. Tað er ein góð søga, at 50.000 fólk hava dirvi til at satsa stórt upp á infrakervi. Hetta fortelur, at vit eru djørv og visjóner. Hetta er góð ‘nation branding’.

Guðrið Højgaard ivast heldur ikki í, at tunnilin eisini skapar áhuga hjá nýggjum ferðafólkum.

- Heilt vist fer Eysturoyartunnilin at vekja áhuga hjá fólkum við seráhugamálum, ið kanska koma higar bara fyri at uppliva hesa listprýddu, upplýstu rundkoyringina undir havsins botni. At onkur stórur miðil kallar hana fyri “the jellyfish roundabout’ (hvalspýggju-rundkoyringin, -red.) ger bara søguna meira áhugaverda hjá ferðafólki við serligum áhugamálum, heldur Guðrið Højgaard.

Fáa ein ‘golden circle’
Hon metir eisini, at sjálvt uppstigingin av føroyska undirstøðukervinum við tunnlinum fær eina ávirkan av upplivingini at vitja Føroyar.

- Eins og Ísland fáa vit nú eisini ein ‘golden circle’, soleiðis at vit kunnu vegleiða teimum ferðandi, sum fara ein biltúr, at teimum ikki nýtist at koma aftur sama veg, sum tey fóru. Nú kunnu tey koyra runt, og harvið gerst upplivingin størri, tí tey síggja nakað nýtt allan vegin á túrinum, vísir Guðrið Højgaard á.

Herundir eru leinki til nakrar av altjóða miðlunum, sum hava skrivað um Eysturoyartunnilin í seinastuni:

The Telegraph: Worlds first sea roundabout open Faroe Islands 

The Guardian: Giant underwater ‘jellyfish’ roundabout becomes latest Faroe Islands tourist attraction 

Fox News: Incredible underwater roundabout set to open 

BBC: Inside the undersea tunnel network

CNN: Striking new underwater traffic circle opening in the Faroe Islands 

La Nacion: Construyen la primera rotonda submarina del mundo bajo el Océanio Atlántico 

Newsbreezer: Incredible underwater gyro that can be opened

Ingeniøren: 12.000 m3 fjeld fjernet: Ny færøsk tunnel med rundkørsel under havet   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

5

Størv

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6
Leygardagur 12. desember 2020

Erla Kongsdóttir: Tveir rútar smildraðust

Nýggjasta strandfaraskipið var bert í Nólsoyarsigling í fimm dagar, so mátti tað leggjast fyribils

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bert fýra dagar eftir at nýggjasta strandfaraskipið, tvikiljan Erla Kongsdóttir, varð sett í Nólsoyarsigling, mátti leiðslan á Strandferðsluni aftur út at leita eftir einum øðrum skipi at røkja rutuna.

Á einum túri til Havnar fyrrapartin fríggjadagin fóru tveir rútar í smildur inn til ferðafólkasalongina. Tíbetur kom ongin ferðandi til skaða.

Veðrið var skaskut, men tað var ikki orsaka av aldu, at rútarnir stukku. Mett verður, at teir ikki toldu ristingarnar, sum skipið fekk í illsliga veðrinum.

Erla Kongsdóttir varð fríggjadagin tí tikin úr sigling aftur, meðan skaðarnir verða kannaðir, og arbeitt verður við at fáa nýggjar rútar settar í.

Fyribils var Hasfjord í gjár sett at røkja nólsoyarsiglingina.

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið:

[object Object]

[object Object]

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

7 Leygardagur 12. desember 2020

- Eitt nýbrot í føroyskari strandfarasigling

Enn hevur Erla Kongsdóttir ikki kunnað prógva sítt virði

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Erla Kongsdóttir er eitt nýbrot á mangar mátar í føroyskari strandfarasigling, og tí er tað ein spurningur um tilvenjing, at seta hetta skipið í sigling.

Strandfaraskip Landsins gjørdi eitt stórt sats, tá tey gjørdu av at fara burtur frá teimum vanligu skipunum, fyri í staðin at lata byggja eina tvíkilju úr glastrevnum, tá nýtt avloysaraskip til Strandferðsluna skuldi byggjast.

Nógv hava ivast í hesi loysnini, og komandi tíðin skal prógva, um hetta var tann rætta loysnin.

Tað segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, í røðuni fyri Erlu Kongsdóttir tá hon varð navngivin mánadagin.

- Vit tordu at hugsa øðrvísi við hesum skipinum. Erla Kongsdóttir er nýhugsan og eitt frambrot í føroyskari strandferðslu.

Bæði Hilmar Eliasen, stjóri, í síni røðu undir hátíðarhaldinum, og Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarstjóri, í síni frágreiðing á framsýningartúrinum, eru sannførdir um, at Erla Kongsdóttir fer at vísa seg at vera eitt gott skip, og kanska ein framtíðarloysn í føroyskari strandferðslu.

- Bert spell, at føroysku havnirnar ikki vóru til reiðar at taka ímóti Erlu Kongsdóttir tá hon kom, segði rakstrarleiðarin í einum eykasetningi í síni framløgu.

[object Object]Hilmar Eliasen, strandferðslustjóri (Mynd: Sverri Egholm)

Seks skipsførarar
Strandferðslustjórin segði í røðu síni, at tíðin síðan Erla kom til Føroyar eitt nú er brúkt til at útbúgva seks skipsførarar hjá stovninum at sigla skipið. Sostatt eru skiparar frá øllum leiðunum, sum ætlanin er at skipið skal røkja, vandir í at sigla Erlu Kongsdóttir.

Fyribils er skipið bert góðkent til at sigla Nólsoyarleiðina og Kalsoyarleiðina – altso avloysa Ternuna og Sam. Men ætlanin er, at Erla eisini skal kunna setast inn sum avloysari til Fugloyar og Svínoyar, út í Hest og Koltur, til Skúvoynna og setast inn millum Sand og Hvalba um neyðugt er við avloysara fyri Smyril á Suðuroyarleiðini.

Men sambært Hendrik Old, fyrrverandi landsstýrismanni, var ikki upprunaliga ætlanin at seta avloysaraskipið í sigling til smáoyggjarnar uttan til heilt serligar uppgávur í góðum veðri.

9 minuttir til Nólsoyar
Erla Kongsdóttir er knappar 28 metrar long, góðar 8 metrar breið og stingur 1,8 metrar. Ferðin við ferðafólki verður 20 míl, uttan ferðafólk nakað hægri. Á framsýningartúrinum tók túrurin millum molan og Nólsoy 9 minuttir.

Skipið hevur tveir Volvo dieselmotirar – ein í hvørjum skrokki, og harafturat eisini tveir ravmagnsmotorar, serliga til manøvrering í havnunum. Eisini hevur hon fýra bógskrúvur, tvær í hvørjum skrokki. Elmotorarnir halda til ein knappan tíma sigling við 10 míla ferð, og okkurt um tríggjar ferðir so leingi um ferðin verður sett niður á 7 míl.

Trýstir gronina at bryggjukantinum
Tað, sum skilir hesa ferjuna frá teimum bátunum, sum nú røkja siglingina til smáoyggjarnar, er, at hon ikki er ætla at leggja síðuna til.

Hon er bygd til at seta gronina ímóti. Gronin er væl bjálvað við fendarum, og so er meiningin at motorarnir skulu halda skipinum so fast inn móti bryggjukantinum, at skipið nærum verður læst fast, meðan fólk og akfør verða av- og áskipað. Tá skipið liggur soleiðis, er tað bert afturendin á skipinum, ið livir í sjónum.

Enn er henda skipanin ikki roynd í verki av álvara, og tí ber ikki til at siga, hvussu væl hetta virkar – eisini tí havnaløgini ikki eru tillaga nýggja skipinum enn.

[object Object](Savnsmynd: Bjartur Vest)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

8 Leygardagur 12. desember 2020

- Erla Kongsdóttir navn títt skal vera

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er upprunin til navnið á skipinum, sum dóttirin, Ásvør Vest Niclasen navngav mánadagin

Ásvør Vest Niclasen navngevur Erlu Kongsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Á broddi um boðar,
um klettin tað bráðar.
Kring landið skal lýta
og oyggjarnar knýta.
Um bárur og bylgjur
har harrin tær fylgir
so fólkið tú trygt kanst bera,
Erla Kongsdóttir navn títt skal vera”

Soleiðis ljóðaðu orðini, tá Ásvør Vest Niclasen, guðmóðir, navngav nýggjasta skipið í Strandferðsluni, Erlu Kongsdóttir, fyrrapartin.

Tað hendi á einum hátíðarhaldi á Bursatanga í Havn mánadagin.

[object Object]

Tað er pápi guðmóðurina, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur sett orðini saman, sum guðmóðirin frambar áðrenn hon – í tveimum royndum – knústi brúsivatnið móti bógnum á nýggja strandfaraskipinum við grønari strípu á síðuni sum tekn um, at hetta skipið eisini kann sigla grønt, tað vil siga uttan at brúka olju. Enn er tað bara í avmarkað tíð, at Erla kann sigla bara við elmotorum.

Tað er eisini Jørgen Niclasen, sum er komin við navninum á nýggja strandfaraskipinum.

Navnið á lítla sjáldsama spurvafuglinum Erla Kongsdóttir, er ikki brúkt sum skipanavn í strandferðsluhøpi fyrr. Hinvegin var Erla Kongsdóttir navnið á fyrsta flogfarinum, sum føroyingar áttu.

Tað var abbabeiggi Jørgen Niclasen, Dánjal Niclasen, sum var ein at stigtarunum til at fáa eitt føroyskt flogfar til Føroya úr Skottlandi í 1949. Talan var um eitt vatnflogfar á tveimum kjølum eins og Erla Kongsdóttir, men við fýra veingjum.

[object Object]

Trý- ella tvíkilja
Eitt sindur ymist er, hvat fólk hava kallað hetta nýggja skipið, sum nú er komið i strandferðslunuflotan. Bæði tvíkilja og trýkilja er brúkt.

Ein sannroynd er tað, at skipið flýtur á tveimum skrokkum, har eisini motorarnir og tað mesta av teknisku útgerðini umborð liggur. Ein diesel og ein elektriskur motorur í hvørjum skrokki. Hin triði skrokkurin er eitt slag av bylgjubrótara, sum liggur millum teir báðu størru skrokkarnar, sum er gjørdur fyri at aldurnar ikki skulu sláa ov hart upp undir dekkið, tá ið tað er ringt í sjónum.

Bæði strandfersðlustjóri og landsstýrismaður kallaðu skipið fyri eina trýkilju, tá teir hildu røður. Men á uppslagnum umborð á skipinum, har upplýst verður um mátini og motormegina umborð, verður skipið kallað tvíkilja.

Tí velja vit her á portal.fo og Blaðnum Vikuskifti eisini at kalla Erlu Kongsdóttir fyri eina tvíkilju.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

9 Leygardagur 12. desember 2020

Bústaðir fyri nærum hálva milliard

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur hevur lagt uppskot um bústaðarpakka fyri løgtingið, sum gevur Bústøðum 450 milliónir krónur komandi árini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur lagt lógaruppskot um bústaðapakka fyri Løgtingið. Við lógaruppskotinum kunnu Bústaðir m.a. fara undir nýggjar bústaðaverkætlanir fyri 450 milliónir krónur komandi árini.

Fyri at tryggja, at fíggingin kemur tilgóðar kring alt landið, hevur landsstýriskvinnan tikið avgerð um, at 125 milliónir krónur skulu fíggja bústaðabygging uttan fyri miðstaðaøkini.

Harafturat skulu 200 milliónir krónur fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar. Talan kann vera um vardar bústaðir, eitt nú búfelagsskapir til fólk við sálarsjúku, men talan kann eisini vera um eitt nú lestrarbústaðir.

[object Object]

Javnseting og økt samstarv við privatar íleggjarar
Bústaðir gera av, hvar í landinum tær seinastu 125 milliónirnar skulu nýtast. Fara tær til verkætlanir í teimum økjum í landinum, har tað er grundarlag fyri kapping, skal tað tó vera á javnsettum grundarlagi.

- Hóast lánsupphæddin á 450 milliónir krónur er søguliga stór, kunn Bústaðir ikki nøkta allan bústaðatørvin í landinum. Um trupulleikin á bústaðaøkinum skal loysast, má privati kapitalurin aktiverast. Tað er júst tað, sum er endamálið við javnsetingini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur.

Endamálið er harafturat at eggja til samstarv millum Bústaðir og privatar íleggjarar, og harvið økja enn meira um útboðið kring landið.

- Eg fegnist um hetta uppskotið, sum eg kann leggja fyri løgtingið. Og eg vóni, at eitt samt Løgting tekur undir við tí. Skjótari uppskotið verður samtykt, skjótari kunnu vit fara í gongd við at loysa trupulleikan við bústaðatrotið, sum er í landinum, sigur landsstýriskvinnan at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

10 Leygardagur 12. desember 2020

Útgjaldið úr ALS hækkar

Løgtingið samtykti hósdagin uppskotið hjá Helga Abrahamsen. Hægsta útgjaldið hækkar úr 17.500 krónum uppí 18.500 krónur um mánaðin. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið samtykti við triðju viðgerð hóadagin, uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum uppí 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini somikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi uppá 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

11 Leygardagur 12. desember 2020

Løgreglumaður álopin heima við hús

Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at líknandi tilburður hendir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Ein løgreglumaður varð týskvøldið álopin heima við hús. Tað skrivar Kringvarpið í morgun.

Hendingin fór fram í Havnini.

Løgreglan kannar í løtuni málið, og vil tí ikki siga tað stóra um málið.

Herfyri hendi ein líknandi tilburður. Tá varð eitt løgreglufólk hótt við knívi í síni íbúð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

12 Leygardagur 12. desember 2020

Klaksvíksskeltið í Eysturoyartunlinum verður standandi

Landsverk hevur aftur broytt hugsan, og fer til upprunaligu skeltingina

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hvat skal standa á skeltunum í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum? Tað hevur verið stóri spurningurin seinastu dagarnar.

Nú er endalig avgerð tikin um, at tað verður Klaksvík sum fer at standa á skeltinum í frákoyringini niðan til tunnilsmunnan á Saltnesi, upplýsti Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki fyri útvarpinum á týsdagin.

Fyrst Klaksvík, síðani Runavík og nú aftur Klaksvík
Landsverk tók av fyrstan tíð avgerð um, at frákoyringin niðan til Saltnes skuldi skeltast við Klaksvík, men síðani nakrar myndir av rundkoyringini komu á Portalin í síðstu viku, hevur nógv rok stungið seg upp um hetta skeltið.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, gjørdi vart við sína ónøgd, og fekk Landsverk at broyta hugsan, og siga seg fara broyta skeltingina, so hon eisini peikaði til Runavíkar.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Men nú er hendan avgerðin broytt. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, gjørdi í útvarpinum vart við at tunnilin kom upp á Saltnesi, og ikki í Runavík, og tí gav tað ikki mening at skelta við Runavík.

Hurlivasin hevur gjørt, at Landsverk nú hevur tikið avgerð um at fara aftur til upprunaligu skeltingina, so Klaksvík stendur á skeltinum í frákoyringini.

- Eg var djúpt naivur at trúgva uppá, at eingin annar hevði eina meining um at seta onnur skelti upp. Um man setti eitt annað skelti upp, sum vísti til dømis Saltnes ella Toftir inni í rundkoyringini, so hevði tað brotið á meginregluna hjá okkum at vit altíð skelta fjarleiðirnar, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, við útvarpið.

Eftir ætlan letur Eysturoyartunnilin upp tann 19. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

13 Leygardagur 12. desember 2020

Meiriluti fyri at steingja mat- og skeinkingarstøð

Heimildin við støði í matvørulógini, verður galdandi til 1. februar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er meiriluti á løgtingi at geva landsstýrismanninum við vinnumálum tíðaravmarkaða heimild at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkingarstøðum.

Endamálið er at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni við vinnumálum, møguleika at steingja serliga náttarlívið niður fyri at avmarka smittuspjaðing.

Málið var til aðru viðgerð á tingi mikudagin, og varð samtykt við 14 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Sjálvstýri atkvøddi saman við samgonguni meðan andstøðan atkvøddi ímóti.

Eitt broytingaruppskot frá meirilutaumboðunum í vinnunevndini var eisini samtykt. Henda samtyktin leingir heimildina til 1. februar. Upprunaliga bað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður um heimildina fram til nýggjárs.

Talan er um eina heimild, ið verður givin við støði í matstovulógini.

Undir viðgerðini vóru fleiri tinglimir hjá samgonguni, sum høvdust at, at landsstýrið brúkar eina ivasama heimild í matvørulógini fyri á henda hátt møguliga at steingja skeingingarstøð tí koronasmittan hóttir.

Fleiri tingmenn, eitt nú Brandur Sandoy og Jóhan Eli Poulsen úr Fólkaflokkinum og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, søgdu, at hetta var seinasta ferðin, at teir fóru at atkvøða fyri hesum undantakinum.

Á tingfundi fríggjadagin varð uppskotið endaliga samtykt við triðju viðgerð. 15 tingfólk atkvøddu fyri og 12 ímóti.

Øll í samgonguni umframt Kristin Michelsen atkvøddu fyri, meðan tinglimirnir hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

14 Leygardagur 12. desember 2020

Leggja nýggj tilmæli fram mánadagin

Landsstýrið fer at kunna um nýggjastu tilmælini í sambandi við covid-19 á tíðindafundi, sum verður mánadag seinnapart

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin hevði farsóttarnevndin fund og vórðu nýggj tilmæli latin landsstýrinum um støðuna við covid-19. Løgmaður segði við Útvarpið í vikuni, at meira kunning væntandi fór at koma um málið seinni í vikuni, og nú boðar Løgmansskrivstovan frá, at nýggj tilmæli verða løgd fram fyrst í komandi viku.

Tað er serliga við landamørkini at avbjóðingin er, tí tað er í londunum rundanum okkum, at nógvir tilburðir verða staðfestir. Í løtuni eru 17 persónar smittaðir við covid-19 í Føroyum, og nógvir teirra eru staðfestir positivir eftir at teir hava verið uttanlands.

Á tíðindafundi 9. november vórðu tilmælini fyri ferðandi herd. Tá varð mælt til at lata seg kanna tríggjar dagar undan komu, umframt á flogvøllinum við komu og seks dagar eftir komu. Eisini varð heitt á fólk um at vera serliga ansin, til úrslitið av síðstu kanningini fyriliggur.

Landsstýrið fer at leggja nýggjastu tilmælini fram á tíðindafundi, sum verður mánadag seinnapart.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

15 Leygardagur 12. desember 2020

Skuggatølini í Føroyum framvegis lág: Trý av 960 høvdu andevni móti covid-19

Úrslitið frá seinnu andevniskanningini, sum varð gjørd í november, er nú kunngjørt – Bert 0,3 prosent av luttakarunum høvdu andevni móti covid-19, og sostatt verður mett, at smittufyribyrgjandi tiltøkini í Føroyum hava riggað væl

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 21. til 30. november luttóku tilsamans 960 føroyingar í aldrinum 0-98 ár í kanning av skuggatalinum fyri covid-19 – 52 prosent kvinnur og 48 prosent menn.

Hetta svarar til 64 prosent av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv. Millum orsøkirnar til, at fleiri ikki tóku av tilboðnum um luttøku var m.a. tað, at ein tað antin ikki fekk fatur á teimum, ella at tey vóru stødd uttanlands. 

Úrslitini av andevniskanningunum vísa, at bert trý av teimum 960 luttakarunum høvdu andevni móti covid-19 í blóðinum. Hetta svarar til 0,3 prosent. Rokna vit hetta um til alt fólkatalið, sum beint nú er 52.854, svarar tað til 165 persónar (hagfrøðiliga liggur rætta talið við 95 prosent vissu millum 32 - 481), skrivar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi.

– 12 av teimum, sum fingu innbjóðing, høvdu havt korona og lótu tí ikki nýggja blóðroynd. Rokna vit hesi afturat skuggatølunum, verður roknaði títtleikin 1.5 prosent millum 972 tilvildarligar persónar.

Samanbera vit hetta við almenna talið fyri koronasmittaði, sum nú er 520, svarandi til uml. 1% av øllum fólkinum, er roknaða úrslit nakað hægri.

Ein líknandi kanning var gjørd um mánaðarskiftið apríl-mai, har 1.075 fólk luttóku. Tá vóru seks fólk, ið høvdu andevni í blóðinum – 0,6 prosent av luttakaranum. 

Niðurstøðan útfrá hesum báðum kanningunum er, at tey almennu koronatølini eru sera eftirfarandi, og at bert heilt fáir føroyingar hava havt smittuna, uttan at vita av tí.

Tískil verður mett, at framferðarhátturin við lættari atgongd til kanning, smittuuppsporan og sóttarhaldi tykist at virka væl, og helst hevur verið avgerandi fyri, at skuggatølini í Føroyum eru so lág.

Kanningarnir er skipaðar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og evnafrøðiligu greiningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetur Føroyar og Landslæknan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

16 Leygardagur 12. desember 2020

Føroyingar eiga líka stóra nettoogn sum danir

Føroysk húski eiga fíggjarligar ognir fyri næstan 16 milliardir og hava knappar 12 milliardir krónur í skuld

(Mynd: gis.torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danir hava eina munandi hægri eftirlønaruppsparing, enn føroyingar, men føroyingar hava bæði lægri skuld og eiga sethús og bilar fyri hægri virði í miðal, enn donsk húskir gera. Harafturat hava føroyingar í miðal meira pening standandi á bók, enn danir.

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Føroysk húskir eiga fíggjarligar ognir fyri nærum 16 milliardir krónur. Umframt hesar fíggjarligu ognirnar kemur eftirlønaruppsparingin og harafturat eiga føroyingar aðrar realar ognir, sum til dømis sethús, bilar og bátar.

Samanbera vit ognina hjá føroysku húskjunum við tí hjá húskjum í øðrum londum, er lættari at meta ognina í mun til tøku inntøkuna, ístaðin fyri í krónum og oyrum.

Føroysku húskini eiga eina samlaða ogn, ið er nærum 6,5 ferðir tøku inntøkuna. Tað vil siga, at fíggjarliga ognin saman við virðinum á sethúsi, bili og báti hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans, er 6,5 ferðir so stór sum samlaða inntøkan eftir skatt hjá føroysku húskjunum í 2018. Hetta er tað, sum føroysk húskir eiga av bruttoogn, tað vil siga áðrenn skuldin hjá føroyingum verður trekt frá.

Føroyingar hava skuld fyri umleið 11,7 milliardir krónur tilsamans við ársenda 2018. Føroyingar hava í miðal lægri skuld, enn bæði danir og íslendingar. Samlaða skuldin hjá føroysku húskjunum er 1,36 ferðir tøku inntøkuna, og liggur beint oman fyri miðal, tá samanborið verður við onnur OECD lond. Hjá dønum er skuldin 2,81 ferðir tøku inntøkuna, ímeðan hon er 2,26 ferðir inntøkuna hjá íslendingum.

[object Object]

Nettoognin, sum er samlaða ognin minus skuld hjá føroysku húskjunum, er fimm ferðir tøku inntøkuna. Tað vil siga innlán í banka, virðisbrøv og eftirlønaruppsparing saman við virðinum á sethúsi, bili og báti minus skuld hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans, er fimm ferðir so stór sum samlaða inntøkan eftir skatt hjá øllum føroysku húskjunum tilsamans í 2018.

Til samanbering er samlað ogn minus skuld 5,2 ferðir tøku inntøkuna hjá dønum, meðan hon er 5,5 ferðir tøku inntøkuna hjá íslendingum. 

Kelda: landsbankin.fo

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

17 Leygardagur 12. desember 2020

Fimm milliónir játtaðar til nýggja kirkju á Argjum

Sambært samtyktini skal fíggingin brúkast til at gera útiøki við parkeringsøki. Almenningurin skal afturfyri fáa atgongd til parkeringsøkið

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaði týsdagin undir játtanarskrivið, sum varð handa kirkjuráðnum (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórshavnar kommuna hevur nú játtað fimm milliónir krónur til at byggja nýggja kirkju á Argjum. Argir er vaksið nógv seinastu árini við nógvum nýggju borgarum, og tí er kirkjan kærkomin.

Kirkjuráðið á Argjum hevur biðið Tórshavnar kommunu, um at vera við í fíggingini., og hetta er ein fortreyt fyri, at nýggja kirkjan hjá argjafólki gerst veruleiki, sambært torshavn.fo.

Sambært samtyktini skal fíggingin brúkast til at gera útiøkið við parkeringsøki v.m, og at almenningurin afturfyri fær atgongd til parkeringsøkið.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaði týsdagin undir játtanarskrivið, sum varð handa kirkjuráðnum.

[object Object]
Mynd: torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

18 Leygardagur 12. desember 2020

Nærkast 53.000 íbúgvum

Fólkatalið vaks við beint yvir 100 fólkum í oktober, og nú búgva 52.854 fólk í Føroyum. Tað er met, og í ár er fólkatalið vaksið við 730 fólkum

Tað vóru næstan 900 fleiri íbúgvar í Føroyum fyrst í november í mun til fyrst í november 2019 (Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hagstovan hevur nú gjørt nýggjastu tølini viðvíkjandi fólkatalinum í Føroyum upp.

Tey vísa, at tað fyrst í november búðu 52.854 fólk í Føroyum. Hetta er met, og tað eru 102 fólk fleiri enn fyrst í oktober.

Við ársbyrjan búðu 52.124 fólk í Føroyum, so harvið er vøksturin higartil 730 fólk. Um samborið við fyrst í november í fjør, so var fólkatalið beint undir 52.000 (51.988). Harvið eru beint undir 900 fólk fleiri búsitandi í Føroyum nú, og tað gongur skjótt ímóti 53.000 íbúgvum.

Viðvíkjandi kyni, so vóru næstan 200 fleiri mannfólk búsitandi í Føroyum tíðliga í november: 27.380 mannfólk -  51,8 prosent - og 25.474 konufólk - 48,2 prosent.

40,2 prosent av íbúgvunum er búsitandi í Suðurstreymoy. Næststørsta økið er Eysturoyggin, har 22,6 prosent búgva.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

19 Leygardagur 12. desember 2020

- Vit fingu greið svar upp á tveir ógvuliga stórar spurningar

Edmund Joensen fegnast um samráðið við verjumálaráðharran Trine Bramsen og uttanríkismálaráðharran Jeppe Kofod, har handilsviðurskifti við vesturheimin og trygdarviðurskifti í arktiska økinum vórðu umrødd

Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra, var saman við Edmundi Joensen til fundin (Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin vóru Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra til samráð við Trine Bramsen, verjumálaráðkvinnu og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra.

- Eg eri sera nøgdur við samráðið. Vit fingu greið svar upp á tveir ógvuliga stórar spurningar, segði Edmund Joensen eftir samráðið.

Betri handilsviðurskifti við vesturheimin
Í dag hevur føroyski útflutningsmarknaðurin trupulleikar at náa vesturlendsku marknaðunum við tilvirkaðum vørum. Um stóri ES-marknaðurin verður latin upp fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar av sær sjálvum minni bundnar at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til.

Løgmaður hevur tí sent eina umbøn til forkvinnuna fyri ES-kommissiónina, Ursulu von der Leyen, um eitt tættari samstarv, og Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, hevur sagt, at hon stuðlar hesari umbøn. Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, segði tað heilt greitt til samráðið:

- Tað eru Føroyar, sum samráðast við ES, og Danmark slóðar fyri, segði hann.

- Tískil hava vit nú tær bestu samráðingartreytirnar fyri at fáa eina nýggja og betri handilsavtalu við ES.

Betri trygdarviðurskifti í arktiska økinum
Trine Bramsen, verjumálaráðkvinna, greiddi frá, at danska stjórnin í næstum ætlar at seta 1,5 milliard krónur av til at betra um trygdina í tí arktiska økinum. Hon staðfesti eisini, at tað er eitt gott samskifti millum føroysku og donsku stjórnirnar, eisini um málið viðvíkjandi at seta ein møguligan NATO-radara upp í Føroyum.

- Eingir trupulleikar eru í samskiftinum, og føroyska landsstýrið er við til at taka allar avgerðir viðvíkjandi einum NATO-radara í Føroyum, segði hon.

Edmund Joensen er nøgdur við samráðið, sum hann heldur hepnaðist væl.

- Endamálið við samráðnum var at slóða fyri vegnum og gera tað heilt greitt, at tað er Landsstýrið og Løgtingið, sum situr fyri borðendan og skal føra samráðingar og taka tær endaligu avgerðirnar - bæði tá víðvíkir marknaðarviðurskiftum og á tí verjupolitiska økinum. Og tað fingu vit váttað, sigur Edmund Joensen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

20 Leygardagur 12. desember 2020

Nú skulu Føroyar fáa eitt betri fongsul

Við 1,5 millión frá donsku stjórnini kemur gongd á málið at betra um fysisku karmarnar hjá kriminalforsorgini í Føroyum

Arrestin í Mjørkadali
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við veitanini frá donsku stjórnini upp á 1,5 milliónir krónur á fíggjarlógini, eftir umboðan frá Sambandsflokkinum, kemur nú veruliga gongd í málinum um at betra fysisku karmarnar hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Tað er harðliga tiltrongt.

Kriminalforsorgin hevur leingi ynskt sær tað betri, og landsstýrið hevur samskift við bæði forsætisráðharra Mette Frederiksen og løgmálaráðharra Nick Hækkerup um tað. Føroyskir varðhaldsfangar, og fangar sum avsona fongsulsrevsing, hava ikki somu umstøður ella rættindi, sum samsvarandi í Danmark og Grønlandi.

Men nú kemur endiliga gongd í málinum. Eftir umboðan frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi eru 1,5 milliónir krónur settar av á fíggjarlógini til at kanna, hvussu umstøðurnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum kunnu betrast.

Kriminalforsorgin er ríkismál, og tí er tað danska stjórnin, ið fíggjar arbeiðið.

Munur á rættindum
Í arrestini í Mjørkadali sita ung inni saman við teimum eldru. Arrestin og varðhaldið er ikki skilt at, og tey, ið sita inni, hava ikki møguleika fyri at fara til arbeiðis ella at luttaka í øðrum sosialum virksemi, sum tey annars í nógvum førum hava rætt til, tí eingin almenn farleið er til Mjørkadals.

Avbyrgda staðsetingin í Mjørkadali er harumframt ein avbjóðing fyri bæði starvsfólk og tey sum sita inni, serliga tá veðrið er ringt. Hetta eru dømir, sum tey ið arbeiða í Kriminalforsorgini og eisini Amnesty International hava víst á.

Við øðrum orðum eru fysisku karmarnir hjá kriminalforsorgini í Føroyum als ikki nøktandi.

- Kriminalforsorgin hevur leingi ynskt sær betri umstøður, og av tí, at Kriminalforsorgin er eitt ríkismál, má peningurin til hetta málið koma úr Danmark. Eg vóni, at tað førir við sær, at føroyingar fáa líka góð fongsulskor, sum tey hava í Danmark, og sum tey eisini hava fingið í Grønlandi við spildurnýggja fongslinum.

- Nú verður í fyrsta umfari gjørd ein kanning av fysisku umstøðunum, og so verða tað tilmælini frá tí kanningini, sum koma at avgera, hvussu betrast kann um umstøðurnar hjá Kriminalforsorgini í Føroyum. Nú er í øllum førum gongd komin á málið, og tað gleðir meg sera nógv, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.

Átakið merkir, at ein kanning av fysisku karmunum hjá Kriminalforsorgini í Føroyum verður gjørd í 2021. Úrslitini frá hesi kanning verða partur av fyrireikingunum til eina komandi fleiráraavtalu frá 2022 og fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

21 Leygardagur 12. desember 2020

Føroyar og Noreg samd um fiskiveiðuavtalu fyri 2021

Londini eru samd um, at býtið av kvotum verður tað sama í 2021, sum tað hevur verið í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Noreg komu í vikuni ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020. Hóast serliga toskakvotan í norskum sjógvi hækkar munandi komandi ár, og Føroyar vóru sinnaðar at lata Noreg aftur fyri eina hækking av føroysku toskakvotuni, fekst ikki semja um broytingar.

Londini bæði vóru tí samd um, at býtið av kvotum landanna millum í 2021 verður tað sama, sum tað hevur verið í ár.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2021 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi verða tær somu í 2021 sum í 2020. Kvotan av longu og blálongu verður 2.500 tons, kvotan av brosmu 2.000 tons og kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Hetta eru 600 tons meir enn í ár. Norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi hækkar við 4.800 tonsum upp í 34.800 tons.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

22
Leygardagur 12. desember 2020

Føroyar fáa túsund tons meira av toski í Eysturgrønlandi

Føroyar og Grønland hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, og avtalan fyri 2021 er onki undantak. Londini eru samd um at halda fram við góða samstarvinum.

Vísindaligu ráðgevingarnar fyri tveir av fiskastovnunum – norðhavssild og tosk í Suður- og Eysturgrønlandi – sum hvør í sínum lagi eru týðandi grundarlag undir fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Grønland, eru rættuliga bjartskygdar fyri 2021.

Henda støðan merkti samráðingarnar. Grønland var sinnað at lata Føroyum meir tosk, meðan Føroyar vóru sinnaðar at lata Grønlandi økta sildakvotu.

Úrslitið varð, at føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi hækkar við 1.000 tonsum, og grønlendska sildakvotan hækkar við 3.300 tonsum og svartkjaftakvotan við 1.200 tonsum. Harumframt verður, sum nakað nýtt, møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

Sostatt kunnu føroysk skip í 2021 fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan verður óbroytt – 475 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi vera eisini óbroyttar – 225 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons verður varðveitt.

Við broyttu kvotunum, sum Grønlandi í 2021 verða tillutaðar frá Føroyum, verður grønlendska kvotan av norðhavssild 6.500 tons og kvotan av svartkjafti 14.700 tons. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 5.032 tons í 2021, sum eru góð 1.250 tons minni enn í 2020.

Samráðingarnar fóru fram á netinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

23
Leygardagur 12. desember 2020

Hevur fingið navnið Tasiilaq

Christian í Grótinum er nú strikaður úr føroyska flotanum

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Verksmiðjuskipið Christian í Grótinum, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinastu sjey árini, er selt.

Tað er eitt felag í Grønlandi, sum hevur keypt skipið fyri knappar 124 milliónir krónur, og skipið er handað nýggju eigarunum.

Skipið hevur fingið navnið Tasiilaq, og tað skal avloysa eitt eldri skip við sama navnið, sum varð selt  fyrr í ár.

Gamli Tasiilaq var ikki óvanligur at síggja í Føroyum, so spurningurin er um vit ikki fáa nýggja Tasiilaq at síggja rættuliga ofta millum oyggjarnar, hóast skipið er selt til Grønlands. 

Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt uppsjóvarskip í Skagen, sum skal handast felaganum í januar 2022, men sum skilst, so fer felagið nú undir at leita eftir einari alternativari loysn inntil nýggja skipið kemur í flotan, soleiðis at kvoturnar hjá Christian í Grótinum kunnu fiskast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

24
Leygardagur 12. desember 2020

Hetlendskt reiðarí byggir nýtt skip í Skagen

Hetlendska felagið Altaire Fishing hevur skrivað undir ein sáttmála við skipasmiðjuna í Skagen

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Felagið Altaire Fishing hevur undirskrivað sáttmála um ein knapt 80 metrar langan nótabát, sum skal avloysa núverandi Altaire, sum er bygdur í 2004, og tí er 16 ár.

Nýggja skipið verður knappar 80 metrar langt, og 16,6 metrar breitt.

Skrokkurin kemur eftir ætlan til Skagen í oktober næsta ár, og skipið skal latast eigarunum í mai 2023.

Núverandi Altaire er bygdur í Norra í 2004, og er teknaður av Skibsteknisk, sum er kent fyri seinastu tíðina at hava sniðgivið fleiri av teimum nýggju trolarunum, sum eru bygdir til Grønlands, og eisini nýggja Enniberg og Gadus, sum skulu latast føroysku eigarunum í 2022.

Sama fyritøka teknaði eisini núverandi Finnur Fríða, sum er systurskip til Altaire, sum nú verður skiftur út.

Finnur Fríði er tó eldri, og er júst blivin 17 ár. Skipið kom til Føroyar fyrstu ferð í desember 2003.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

25 Leygardagur 12. desember 2020

Fyrrverandi FT-stjóri í Nema-nevndina

Kristian Reinert Davidsen er komin í nevndina í Nema

Kristian Reinert Davidsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrverandi stjórin í Føroya Tele, Kristian Reinert Davidsen, er nú nevndarlimur hjá kappingarneytanum hjá almenna televeitaranum, Nema.

Tað stendur í fráboðan til Skráseting Føroya.

Kristian Reinert Davidsen var stjóri í Føroya Tele frá 2006 til til 2015, men fór síðani í starv sum stjóri hjá grønlendska telefelagnum, Tele-Post, har hann framvegis er.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

26 Leygardagur 12. desember 2020

Bygdaráð keypir whisky og ginn fyri 20.000 krónur

Bygdaráðið í Kvívík vil eisini ogna sær fyrstu droparnar frá Faer Isles Distellery, ið ætlar at byggja brennarí í Kvívíkshaganum

Faer Isles Distillery ætlar at byggja brennar í Kvívíkshaganum (Modellmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bygdaráðið í Kvívíkar kommunu samtykti á undanfarna fundi sínum at keypa brennivín – whisky og ginn – fyri 20.000 krónur.

Hetta framgongur av fundarfrágreiðingini  frá fundinum 9. november, har bygdaráðið eisini lat stuðul til onnur feløg, eitt nú ítróttafeløg.

Talan er í hesum førinum um eitt slag av stuðli til Faer Isles Distellery, sum hevur ætlanir um at fara undir at byggja whiskybrennarí í Kvívíkshaganum.

Fíggjarnevndin hjá Kvívíkar kommunu mælti bygdaráðnum til at keypa whisky og ginn frá lokalu brennivínsframleiðarunum fyri 20.000 krónur “uttan at tekna limagjald”. Hetta tilmælið varð samtykt av bygdaráðnum.

Faer Isles Distellery er um at vera klárt at fara undir sína framleiðslu av whisky og ginn, og í løtuni er møguligt hjá almenninginum at seta pengar í felagið og harvið gerast limur í ‘Faer Isles Founders Club’, sum gevur ávísar ágóðar, eitt nú ein part av tí fyrsta brygginum, sum kemur frá virkseminum.

Fyrst í komandi ári verður farið undir at tekna sjálvan partapeningin. Og eftirsum áhugin í Føroyum er so stórur fyri hesum ‘stovnaraklubba’, er eisini ætlanin at tekna 20 prosent av partapeninginum lokalt sum ‘community funding’. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

27 Leygardagur 12. desember 2020

Grava nú út fyri íbúðum í Fuglafirði

Fyribils gongubrúgv verður gjørd um Gjógvará nú nógv tung ferðsla verður eftir smølu brúnni

(Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farið er nú undir umfatandi arbeiði at byggja 18 íbúðir í fjørðuni undir vegnum úti á Land í Fuglafirði.

Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu skrivar at farið varð undir byggibúningararbeiðið í gjár. Tað er fyritøkan JHR, sum hevði lægsta boðið, og stendur fyri arbeiðinum.

Fyrst verður moldin grivin oman av, og so verður ein arbeiðsvegur gjørdur oman ímóti fjørðuni, soleiðis at til ber at byrja at planera fyri íbúðarblokkinum. Avgrevsturin verður koyrdur út á moldgoymsluna á Brúnarenda.

Kommunan skipar fyri at gera 8-10 parkeringspláss í niðara borð norðan fyri grevstrarøkið, soleiðis at bilar ikki standa parkeraðir út ímóti vegnum.

Skipað verður fyri eini avmerktari gongubreyt í ovara borð í komandi viku, har fólk kunnu ganga framvið arbeiðsøkinum. Betongklossar við rekkverki verða settir upp. Eisini verða fleiri arbeiðsljósmastrar settar upp fyri at upplýsa arbeiðsøkið betur.

Ein gongubreyt úr timburi verður gjørd um Gjógvará í komandi viku, soleiðis at gangandi verða atskild frá tungu ferðsluni. 

[object Object]
Fyribils gongubrúgv verður í komandi viku gjørd um Gjógvará nú nógv tung ferðsla skal koyra eftir smølu brúnni (Mynd: Google)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

28 Leygardagur 12. desember 2020

Fyrsta flagið til langhylin loyst

Nú byrjar arbeiðið at byggja langhyl í Gundadali fyri 147,5 milliónir krónur

Annika Olsen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu seinnapartin mikudagin loysti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fyrsta flagið fyri langhylinum í Gundadali. Borgarstjórin greiddi eisini stutt frá verkætlanini, sum er slóðbrótandi í føroyskari ítróttasøgu.

Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum fer at standa fyri byggja altjóða langhylin, sum eftir ætlan verður liðugur við árslok 2023. Høvuðsarbeiðstøkusáttmáli er gjørdur við J&K uppá 147,5 milliónir krónur.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Í tilgongdini fram ímóti langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar. 

Langhylurin í Gundadali kann, umframt allar føroyskar kappingar, eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

29 Leygardagur 12. desember 2020

Hundatrøð letur upp við Óðinshædd

Hóast arbeiðið at gera gøtur ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin letur upp fyri almenninginum longu nú, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið lat upp ein nýggj hundatrøð fyri hundar og hundaeigarar við Óðinshædd í Havn.

Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki.

– At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum.

– Nú hundatrøðin letur upp, er laga manni at brúka trøðna, sum er løgd av til júst hundar. Á trøðni kunnu fólk og hundar teirra ganga túr og fáa fríska luft, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]

Økið er stikað inni, og urtagarðsfelagið Hjálpirót er farið undir at gera gøtur á trøðni, men hóast tað arbeiðið ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin longu er latin upp fyri almenninginum.

Leiðreglur um økið verða festar upp á skelti. Góðir parkeringsmøguleikar eru í nærumhvørvinum, og beinkir verða settir upp inni á økinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

30 Leygardagur 12. desember 2020

500.000 krónur til fíggjarliga sperdar barnafamiljur

Árliga jólakonsertin hjá Barnabata var í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið – Sum nakað nýtt var ársins konsert eisini víst beinleiðis í sjónvarpinum

Mynd: Barnabati/Facebook
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnukvøldið var árliga jólakonsertin hjá Barnabata í Hoyvíkar kirkju. Eins og undanfarin ár var endamálið at savna inn pening til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

Sum nakað nýtt var ársins konsert eisini víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Tey, sum framførdu, vóru Marius Ziska, Jens Marni Hansen, Tóra & Pætur við Keldu, Ernst Sondum Dalsgarð, Ung-stjørnuskot, Morgunkórið, Blátt gras og Xperiment.

Tá jólakonsertin varð umrødd í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, varð nevnt, at Barnabati undanfarin ár hevði fingið millum 60.000 og 70.000 krónur inn í sambandi við konsertina. Upphæddin í ár var nakað væl hægri. Felagsskapurn boðaði mánadagin frá, at heilar 500.000 krónur komu inn.

Tey, sum ynskja at søkja um jólahjálp frá Barnabata kunnu søkja fram til týskvøldið 8. desember. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

31 Leygardagur 12. desember 2020

Gamla missiónshúsið á Strondum er nú tikið niður

Tað varð bygt í 1936 og avloyst fyri skjótt trimum árum síðani

Mynd: Lydia Frederiksberg
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Soleiðis sá tað út áðrenn: 

[object Object]
Mynd: Sjóvar kommuna

Nú er einki eftir av gamla missiónshúsinum á Strondum í Strandatúni. Sjóvar kommuna boðaði 20. november frá, at so skjótt tað verður samanhangandi gott veður í nakrar dagar, verður farið undir arbeiðið at taka bygningin niður.

Hetta er nú gjørt.

[object Object]

[object Object]Myndir: Lydia Frederiksberg

Sí fleiri myndir her

Gamla missiónshúsið á Strondum varð bygt í 1936 og var brúkt líka til februar í 2018, tá nýggja missiónshúsið, sum er bygt skamt frá gamla húsinum, varð tikið í brúk. 

[object Object]
Nýggja missiónshúsið liggur næstan beint við, har sum tað gamla, ið var vorðið ótíðarhóskandi, stóð (Mynd: sjovar.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

32 Leygardagur 12. desember 2020

Enn ein heiður til VFI-átak

Closed for Maintenance hevur vunnið “EM í kreativiteti”

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Átakið Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands, sum fekk útlendingar í hópatali at koma til Føroyar at hjálpa til at bøta um ferðafólkaviðurskiftini í føroysku náttúruni hevur fingið enn ein heiður.

Átakið hevur vunnið Grand Prix í ‘Creative Effectiveness” hjá Eurobest, sum eisini verður rópt evromeistaraheitið í kreativiteti. Hetta er partur av Golden Lions samtakinum, og sambært Visit Faroe Islands, er Grand Prix teirra hægsti heiður.

“Hesin heiður er ognaður øllum teimum ið arbeiða í føroysku ferðavinnuni, við vón um eitt betri 2021”, skrivar Visit Faroe Islands á sosialu miðlunum í dag og leggur afturat: “Ein serlig tøkk til kunningarstovur, kommunur og onnur ið hava verið við til at gjørt Closed for Maintenance til nakað heilt serstakt”.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

33 Leygardagur 12. desember 2020

Eg koyri teg, tú koyrir meg

– Um eitt vinfólk er farið í býin, og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg, og tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, sigur Brynhild Nolsøe í Lágabø, sum vann hugskotskappingina hjá Ráðnum fyr Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd

Brynhild Nolsøe í Lágabø
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði herfyri, saman við Betri Trygging og Trygd, fyri hugskotskapping um, hvussu vit steðga rúskoyring millum ung.

Vinnari gjørdist 22 ára gamla Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.

Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:

– Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin, og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg, og tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.

– Vit upplivdu, at tað var afturvendandi at tey ungu, ið sendu hugskot inn, vístu á, at avgerðin at koyra rúsaður ikki bygdi á manglandi vitan, men heldur á manglandi amboð at sleppa undan rúskoyring, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Dómsnevndin var samd um, at tað besta amboðið, ið varð skotið upp, var vinfólkaavtalan hjá Brynhild “Eg koyri teg, tú koyrir meg.”, tí vann hon kappingina,

Annað pláss í kappingini fekk Bára Ellefsen av Signabø, meðan Fía Jacobsen úr Havn fekk triðja pláss.

Eftir at vinnarin var funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhid og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.

Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga, at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Og rúskoyring er orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni. Hetta siga tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2020 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

34 Leygardagur 12. desember 2020

Bannast ov illa: Jenis vil ikki lata stuðul til teknifilm

Ráðgevar mæltu landsstýrismanninum at lata stuðul til ein teknifilm, men tað vil hann ikki gera. Ov nógvar illbønir eru í filminum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Filmurin “Skúlascam” fær ikki 40.000 krónur í filmsstuðli fyri 2020, hóast ráðgevararnir í Mentamálaráðnum mældu til hetta.

Tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum tekur avgerð um hvør skal hava stuðul, og hann metir ikki, at Skúlascam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt, skal fáa pengar úr landskassanum. 

- Eg fái ráð frá ráðgevum allatíðina. Eg lurti eftir teimum, og í hesum førum var tað skrivligt. Eg las væl og virðiliga alt í gjøgnum. Nakrar av umsóknum høvdu teir ikki tilmælt, meðan aðrar vóru tilmældar.

- Og her var ein, sum mær ikki dámdi, segði Jenis av Rana, sum eisini sigur seg hava hugt og lurta eftir hvat verður sagt í filminum, við Dag & Viku í vikuni.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd: Ólavur Fredeiksen / Faroephoto)

Í noktandi svarinum úr Mentamálaráðnum til filmsframleiðaran stendur, at “landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna viðmæla stuðli vegna málbrúkið í filminum”.

- Mær dámdi als ikki tað, eg sá. Tá eg seti mína undirskrift á, so góðkenni eg, at hetta er fantastiskt, og tað kundi eg ikki gera við hetta uppskotið til film, segði Jenis av Rana við Dag og viku.

- Mær dámar ikki at fólk bannast, og tað gera vanlig fólk ikki, og tað gera ung yvirhøvur heldur ikki. Í hesum føri snýr tað seg um, at eg skal geva loyvi til, at man fer í landskassan eftir pengum fyri at premiera honum fyri málbrúkið. Og tað kann eg yvirhøvur ikki, segði Jenis av Rana.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

35 Leygardagur 12. desember 2020

Marjun Lómaklett sett sum integratiónsprestur - Øssur Kjølbro loysir av í Klaksvík

Talan er um nýggja tænastu í fólkakirkjuni. Frá 1. februar 2021 og eitt ár fram fer Marjun Lómaklett at gera tænastu millum nýføroyingar. Í tí tíðarbilinum verður Øssur Kjølbro virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi

Marjun Lómaklett, her á Skarði, fer millum annað at hava gudstænastur á enskum máli (Mynd: Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fólkakirkjan boðaði í vikuni frá, at frá 1. februar komandi ár verður ein nýggj tænasta í fólkakirkjuni. Talan er um ein integratiónsprest, sum kemur at gera tænastu millum teirra, ið eru nýføroyingar.

Tað er Marjun Lómaklett, ið er sett í starvið. Seinastu árini hevur hon starvast sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi - nú skal hon skjótt starvast sum integratiónsprestur í eitt ár. Meðan Marjun verður burtur frá kallinum sum sóknarprestur, verður tað Øssur Kjølbro, ið eisini er úr Klaksvík, ið verður virkandi sóknarprestur í Klaksvík.

Guðstænastur á enskum
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at tað er sett sum mál, at vera við í taka væl ímóti teimum útlendingunum ið velja at seta búgv í Føroyum.

- Aðalmálið er at vera teimum fremmandu, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga. Tey fremmandu mega kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt.

Tveir teir fyrstu mánaðirnar fer Marjun Lómaklett at lýsa og greina økið og finna fram til, hvussu kirkjan á bestan hátt skipar tænastuna.

Ein av uppgávunum hjá integratiónsprestinum verður at hava gudstænastur á enskum máli. Talan er um at byggja brúgv ímillum teir nýggju føroyingarnar, kirkjuna og samfelagið. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

36 Leygardagur 12. desember 2020

Local.fo fingið nýggjar eigarar

Bravo Golf Spf (Nordixis) hevur yvirtikið Local.fo, ið er ein miðil, sum er kendur fyri at bera tíðindi um Føroyar á eingilskum máli – Nýggi redaktørurin er Búi Tyril, sum eisini er ritstjóri á Faroe Business Report

Frá vinstru: Torleif Joensen, Maria Olsen, og Búi Tyril
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bravo Golf Spf (Nordixis) hevur yvirtikið Local.fo, ein miðil sum er kendur fyri at bera tíðindi um Føroyar á eingilskum máli. Yvirtøkan er veruleiki aftaná at Torleif Joensen, fyrrverandi eigari og ein av stovnarunum av Local.fo, kom ásamt við keyparan um yvirtøkuna fyri ein kostnað sum ikki verður upplýstur.

Nýggjur redaktørur er Búi Tyril, sum eisini er ritstjóri og útgevari av Faroe Business Report.

Local.fo varð sjósett fyri skjótt trimum árum síðani.

– Hetta er ein spennandi verkætlan sum vit fara at gera alt fyri at menna víðari, segði Maria Olsen, stjóri á Nordixis.

– Vit hava fleiri nýggjar tænastur ávegis, sum vit meta passa væl saman við Local.fo; eitt nú verður talan um at fáa ávísa samskipan millum Local.fo og Faroe Business Report.

Ætlanin er, sambært redaktørinum, at gera nyttu burturúr, at Local.fo nær út til eitt stórt tal av brúkarum kring heimin umvegis sjálva netsíðuna Local.fo so væl sum via eitt nú Facebook síðuna av sama navni.

– Á Local.fo heimasíðuni hava higartil í ár verið umleið 430.000 vitjanir og um 185.000 brúkarar. Hetta sigur nakað um, at her er nógv at arbeiða við og stak góðir møguleikar, serliga í sambandi við ferðavinnu men eisini tá tað kemur til at veita eina týðandi tænastu til útlendingar við áhuga fyri Føroyum, íroknað vinnuligum áhuga.

Torleif Joensen viðmerkti:

– Tey seinastu næstan trý árini hevur verið arbeitt fram ímóti at Local.fo skal vera ein týdningarmikil veitari av tíðindum og øðrum upplýsingum um Føroyar til útheimin. Hetta er nú veruleiki, og eri eg glaður fyri at teir nýggju eigararnir eru eldsálir ið fara at menna tænastuna uppaftur meira. Tað verður spennandi at fylgja við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

37 Leygardagur 12. desember 2020

Hendan greipan er gull verd

Líggjas í Bø, sum var ein av teimum fyrstu at ala í Føroyum, heldur, at alingin í Føroyum er nógv betur fyri í dag

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost saman við stjóranum Regin Jacobsen. Mynd Jens K. Vang
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað verður nógv tosað um at vinna greipuna í ítróttinum í júst hesum døgum.  Í vinnulívunum er hugtakið eisini at síggja.

Nevndarformaður í størsta føroyska felagnum, Rúni M. Hansen, og stjórin, Regin Jacobsen, hava í mong ár staðið á odda fyri Bakkafrost. Tey síðstu árini er felagið vorðin ein týðandi leikari á altjóða alipallinum. Í nýliga útkomnu bókini um Bakkafrost, sigur Líggjas í Bø, vinnulívsmaður, m.a. um hesar báðar, at teir eru gull verdir:

”Og tann greipan, Regin Jacobsen og Rúni M. Hansen, er nógv meira verd enn bara eitt pluss eitt,” sigur kendi norðingurin. 

Líggjas í Bø, sum var ein av teimum fyrstu at ala í Føroyum, heldur eisini, at alingin er nógv betur fyri í dag. Størsti vandin er sjúka.

”Vit eru tó nógv sterkari í dag. Vit sóu tað herfyri, tá illgruni var um, at ILA aftur var í alilaksi í Hvannasundi. Allar skipanir eru so góðar í dag, trygdarskipanir og aðrar skipanir. Og eg meini, at longu áðrenn ILA-sjúkan í Hvannasundi varð endaliga staðfest, høvdu teir slaktað allan fiskin. Og soleiðis sum vinnan er útgjørd í dag, so tekur tað bara eina viku at tøma ein heilan fjørð," sigur Líggjas í bókini um Bakkafrost.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

38 Leygardagur 12. desember 2020

Íløgurnar brynja Bakkafrost til framtíðina

- og minka um lívfrøðiliga váðan og gera felagið kappingarførari í mun til útlandið

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost í nýggju bókini um fyritøkuna: - Tað at verða eitt lutfalsliga stórt felag í einum lítlum samfelag, er ein stór ábygd hjá teimum, sum varða av felagnum, og tí má serstakt umhugsni til, bæði tá talan er um íløgur og raksturin annars
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bakkafrost hevur gjørt stórar íløgur síðstu árini, og nýliga hevur felagið skrivað undir sáttmálar um at útbyggja smoltstøðirnar á Viðareiði, á Norðtoftum og á Glyvradali.

Um íløgurnar hjá felagnum yvirhøvur, sigur nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen í nýggjari bók, sum herfyri kom út um fyritøkuna Bakkafrost:

”Íløgurnar hava sum endamál at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan og at gera felagið kappingarførari í mun til útlandið. Vit skulu ikki gloyma, at tað er við útlandið vit kappast. Standa vit okkum í kappingini, kunnu vit varðveita nógv arbeiðspláss í landinum. Tað er tá vit kunnu skapa virksemi og virðisøkja í Føroyum," sigur Rúni M.Hansen og heldur fram:

"Tí mugu vit sum felag alla tíðina miðja okkum eftir at verða so kappingarfør sum gjørligt, og politikararnir mugu miðja eftir at seta kappingarførar karmar í mun til útlandið. Svíkur ein av hesum, missa vit øll bæði arbeiðspláss og virðisøkingina út av landinum, og á tann hátt tapir alt samfelagið."

Hann sigur víðari, at tað, at góðir karmar eru lagdir fyri føroysku alivinnuna seinastu nógvu árini, hevur millum annað gjørt, at føroyska alivinnan hevur ment seg innan hesar karmar og klárar seg væl í altjóða kappingini í dag – eisini tá tað kemur til at draga at sær kapital til íløgur.

Hesi orðini hjá nevndarformanninum í Bakkafrost finna vit í áhugaverdu bókini um Bakkafrost, sum kom út í summar.

Rúni M. Hansen leggur afturat, at tað at verða eitt lutfalsliga stórt felag í einum lítlum samfelag er ein stór ábygd hjá teimum, sum varða af felagnum, og tí má serstakt umhugsni til, bæði tá talan er um íløgur og raksturin annars.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

39 Leygardagur 12. desember 2020

Føroya Tele lagt nýggjan sjókaðal í danska Norðsjónum

Nýggja sambandið skal tryggja, at orkufelagið TOTAL hevur eitt trygt og støðugt samband til teirra Norðsjóvar virksemi

Halfdan pallurin í danska partinum av Norðsjónum, sum nú hevur fingið tryggjað sær fipursamband frá dótturfelagnum hjá Føroya Tele samtakinum, Shefa, til høvuðsskrivstovuna í Esbjerg
SkrivaÐ:

Jan Müller

Dótturfelagið hjá Føroya Tele, Shefa, hevur í ár lagt ein nýggjan 220 kilometrar langan sjókaðal millum høvuðsskrivstovuna hjá orkufelagnum TOTAL í Esbjerg út til Halfdan-leiðina í danska partinum av Norðsjónum.

Hóast avbjóðingar í sambandi við covid-19 farsóttina, skilur oljan.fo, varð arbeiðið væleydnað og gjørt liðugt í november. 

Nýggja sjókaðalsambandið hevur fingið navnið Hronn. Saman við Cantat-3 sjókaðlinum, sum varð knýttur til TYRA feltið í 2012, skal nýggja sambandið tryggja, at orkufelagið TOTAL hevur eitt trygt og støðugt samband til teirra norðsjóvar virksemi.

 
 
[object Object]
Frálandsskipini, sum løgdu føroyska sjófipurkaðalin í Norðsjónum, her við bryggju í Esbjerg eftir vælútint arbeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

40 Leygardagur 12. desember 2020

Søgulig umbering til grønlendsk børn

Frágreiðing um tey grønlendsku sokallaðu 'eksperimentbørnini' varð kunngjørd í týsdagin

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska stjórnin gav í morgun eina almenna umbering til tey 22 grønlendsku børnini, sum í 1951 vórðu send til Danmarkar.

Tað boðaði danska forsætismálaráðið frá í vikuni.

Tað hendir nú ein frágreiðing er gjørd í málinum.

Tey 22 sokallaðu ‘eksperimentbørnini’ vóru partur av eini sosialari roynd, har tey skuldu avvenjast við tað grønlendska fyri í staðin at gerast ein partur av dansktmælta úrvalsliðnum í Grønlandi.

Tað var undanfarna stjórnin, sum bílegði hesa frágreiðingina í februar í fjør.

- Eg havi fylt hesum málinum í fleiri ár, og eg gerist framvegis rørd av teimum menniskjaligu lagnunum, sum eru í hesum málinum, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna í tíðindaskrivinum.

- Atlitini hjá børnunum vóru sett til viks. Tey mistu bondini til teirra familjur og ætt, teirra lívssøgu, til Grønlands og harvið til sítt egna fólk, sigur Mette Frederiksen.

Mette Frederiksen segði í eini røðu í fjørsummar, at tað fyrsta hon fór at gera sum stjórnarleiðari var at bera fram eina umbering til ‘Godhavnsdreingirnar’ og ‘tey børn, ið vórðu tvingað at gerast donsk’.

‘Godhavnsdrengene’, ið vórðu fyri harðskapi og kynsligum ágangi í tíðini 1946 til 1976 á donskum barnaheimum, fingu eina almenna umbering í august í fjør.

Og nú kemur so umberingin til børnini.

- Vit kunnu ikki broyta tað, ið er hent. Men vit kunnu taka ábyrgdina á okkum, og geva teimum, vit skuldu ansa eftir, men svíktu, eina umbering, sigur Mette Frederiksen.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður hevur hesa viðmerking:

- Tað nívir meg at lesa um lagnuna hjá teimum 22 børnunum. Teirra serligi uppvøkstur fekk stórar avleiðingar fyri teirra viðurskifti til familjuna og samfelagið og ikki minst fyri teirra samleika sum grønlendingar.

- Nú skjótt 70 ár seinni, hava vit sjálvstýri og samstarvið millum Danmark og Grønland er nógv ment. Í dag eru vit javnbjóðis partar, sum í felag hyggja at søguni og merkja og síggja avleiðingarnar av farnum politiskum avgerðum.

- Vit hava lært og vilja altíð læra av okkara felags søgu, bæði ta góðu og tær minni góðu síðurnar av søguni, sigur Kim Kielsen.

Av teimum 22 eru seks eftir á lívi. Tey hava fingið eitt persónligt bræv frá Mette Frederiksen.

- Eg veit, at eitt bræv – eitt einstakt orð – ikki kann viga upp fyri lívslongum sakni. Og tað er tú, sum gert av, um umberingin kann brúkast víðari í lívi tínum, skrivar hon millum annað í brævinum, sambært Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

41 Leygardagur 12. desember 2020

Christian prinsur fingið korona

Donsku krúnprinsahjúnini farin í sóttarhald á Amalienborg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Øll danska krúnprinsafamiljan fór mánadagin í sóttarhald, nú 15 ára gamli Christian prinsur hevur fingið staðfest corona, upplýsti danska kongshúsið í eini fráboðan.

Fyrstiføddi hjá krúnprinsahjúnunum varð testaður eftir at boð sunnudagin komu um, at smittan gongur í Tranegårdskolen í Hellerup, har prinsurin gongur í skúla.

Eftir at royndin vísti, at Christian er positivur, er hann farin í sóttarhald á Frederiks VIII’s Palæ á Amalienborg.

Christian prinsur hevði ikki verið í samband við onnur í kongshúsini enn krúnprinsafamiljuna, sum øll fór í sóttarhald eftir ráðgeving frá Styrelsen for Patientsikkerhed.

Fredrik krúnprinsur og Mary krúnprinsessa avlýstu tí øll tiltøkini, sum tey skuldu havt verið til hesa komandi tíðina, skrivar dr.dk.

Christian prinsur er tann fyrsti í kongaligu familjini í Danmark, sum hevur fingið smittuna, í hvussu so er, hvat almenningurin veit um.

Men fleiri onnur kongalig í Evropa hava verið rakt. Longu í mars varð 71 ára gamli Charles krúnprinsur av Onglandi raktur, og sonur hansara, William prinsur, varð eisini smittaður.

Albert prinsur av Monaco var eisini millum tey, sum vóru smittað í mars. Í mai hoyrdist, at belgiski Joachim prinsur hevði fingið korona á eini veitslu í Spania, og nú síðst í november frættist eisini, at svenski Philip prinsur og Sofia prinsessa vóru positiv.

Í gjár boðaði kongshúsið frá, at krúnprinshjúnini og trý yngru børnini, Isabella prinsessa, Vincent prinsur og Josephine prinsessa, eru vorðin kannað, og at tey øll eru staðfest negativ.

Sagt verður eisini, at Christian prinsur eingi sjúkueyðkenni hevur, men at hann, samsvarandi við galdandi reglum, verður verandi í sóttarhaldi til mánadagin 14. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

42 Leygardagur 12. desember 2020

Grønland hevur mist ein av sínum stóru sjónleikarum

Majbritt Bech var av føroyskari ætt – hon gjørdist 48 ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinasta fríggjadag andaðist grønlendska sjónleikakvinnan Majbritt Bech óvæntað, einans 48 ára gomul.

Majbritt var av føroyskari ætt, dóttur Niclas Beck úr Vági, vanliga róptur Niclas hjá Fanny.

Majbritt Bech var ein av teimum fyrstu, ið fekk útbúgving á sjónleikaskúlanum hjá grønlendska tjóðleikhúsinum. Hetta var í 2014.

Starvsfelagarnir á grønlendska tjóðleikhúsinum, Nunatta Isiginnaartitsisarfia, skriva millum annað í minningarorðum yvir Majbritt Bech, at Grønland við deyða hennara hevur mist ein av sínum stóru sjónleikarum:

Majbritt byrjaði sum leikari longu sum blaðung við smáum leiklutum hjá Silamiut. Her menti talentið seg, og hon gjørdi veruliga vart við seg í leiklutinum í “Den lille Prins”.

Í 2012 kom hon ikk á leikaraskúlan, og var ein av teimum fyrstu, ið fingu útbúgving í 2014. Síðan hava hennara leiklutir í leikhúsinum spent víða.

Majbritt megnaði at vísa allar kenslur og kundi raka okkum beint í hjartarótina, eitt nú í leiklutinum sum Lovisa, sum sang vøgguvísu fyri Ronju í leikinum um Ronju Ránsmannadóttir í 2019. Eisini megnaði hon at fáa okkum at flenna í kíki í leiklutinum sum Jakobiina, sum droymdi um at fáa hita í vesi hjá sær (Arnatsialaat - Rez Sisters, 2016) og í ógloymandi leiklutinum sum Nille, ið skeldar mannin hjá sær út (Jappa 2016). Nógv børn minnast hana eisini sum ’Juulimaaq’ og fleiri aðrar leiklutir í Juulimaaq frá 2017.

Hon var dugnalig, hjálpsom og lyfti sínar viðleikarar á pallinum. Sum mentanarberi skein hennara kærleiki og stóra vitan til søguna, málið, sangirnar, grímudansin, trummudansin, tjóðbunan og forteljingina ígjøgnum.

Í summar royndi hon seg eisini sum leikstjóri við góðum úrsliti.

Majbritt kundi tosa við øll og fekk øll av kenna seg væl. Hennara látur smittaði, og hon dugdi at síggja tað stuttliga, eisini í truplum støðum. Hon gav av sær sjálvari, men eisini gávur og viðurkenningar til onnur. Hon hevði umsorgan fyri teimum veiku í samfelagnum. Javnan bar hon teimum posar við mati, tá hon sá, at tørvur var á tí, skrivar viðleikararnir millum annað í minningarorðunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

43 Leygardagur 12. desember 2020

USA fær littan verjumálaráðharra fyri fyrstu ferð

Talan er um herovastan Lloyd Austin

Lloyd Austin verður eftir øllum at døma fyrsti litti verjumálaráðharrin í USA. (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Nývaldi forsetin í USA Joe Biden, fer at tilnevna ein pensjóneraðan herovasta til verjumálaráðharra. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Talan er um 67 ára gamla Lloyd Austin, ið hevði ábyrgd av herfólkunum hjá USA í miðeystri, tá Barack Obama var forseti.

- Við sermerktum royndum úr herinum, ið spennir seg yvir áratíggjur, er Austin ein sera royndur og høgt skrýddur kommandørur, ið hevur tænt við viðurkenning í fleiri av mest umráðandi leiklutunum í Pentagon, stendur í tíðindaskrivi.

Um Lloyd Austin verður verjumálaráðharri, er hann tann fyrsti litti amerikanarin í tí sessinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

44 Leygardagur 12. desember 2020

Skjótt 91 ára gamla Margareth Kennan fekk fyrsta skamtin

Bretland fór í vikuni í gongd við at koppseta fólk móti korona

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 90 ára gomul kvinna gjørdist fyrsti persónurin, sum varð koppsett móti covid-sjúkuni eftir at Bretland mánadagin byrjaði at koppseta fólk.

Margaret Keenan, sum fyllir 91 í komandi viku kallaði hetta fyri bestu føðingardagsgávuna til hana, skrivar BBC.

Hon fekk fyrsta skamtin av teimum 800.000, sum Pfizer BionTech hevur selt bretsku stjórnini.

Út við 4 milliónir skamtir afturat verða latnir áðrenn hesin mánaðin er úti.

Byrjað varð við at koppseta eldri fólk og fólk, sum starvast í eldrarøktini og heilsuverkinum.

Bretland er fyrsta landið, sum tekur brúk nýggju koppsetingina hjá Pfizer, eftir at hesin heilivágurin varð góðkendur í farnu viku.

Tað er ikki krav at koppsetast í Onglandi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

45 Leygardagur 12. desember 2020

Kina og Nepal samd um hæddina á Mount Everest

Heimsins hægsta fjall er 8.849 metrar høgt

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir áralanga ósemju eru grannalondini Kina og Nepal nú komin ásamt um, at heimsins hægsta fjall, Mount Everest, er ein metir hægri enn tað, sum hevur verið alment góðtikið.

Nepal hevur fyrr sagt Mount Everest at vera 8.848 metrar høgd, meðan almenna hæddin hjá Kina hevur ligið fýra metrar undir.

Nú eru grannalondini komin ásamt um, at fjallið, sum á tibetanskum er kent sum Chomolungma og kinesiskum sum Sagarmatha, er 8.849 metrar høgt.

Tað er tjúkki ísurin og kavin á fjallatoppinum, sum er orsøkin til ósemjuna um hæddina.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

46 Leygardagur 12. desember 2020

Grønt ljós til koronavaksinur hækkar oljuprís

Oljuprisurin er fyri fyrstu ferð í níggju mánaðir farin upp um 50 dollarar, nú Bretland, Kanada og USA hava loyvt koppingarevni móti korona

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinastu tíðina hevur oljuprísurin otað seg longur og longur upp móti 50 dollara markinum, og hósdagin hendi tað so, at prísurin fór upp um hálvthundrað dollarar fyri tunnuna, ein vøkstur uppá 4 prosent. Eitt skifti var hann 51,78 dollarar. Hetta er hægsti oljuprísur síðani 6. mars, tá koronasóttin tók dik á seg kring allan heimin. Eitt skifti var oljuprísurin niðanfyri 20 dollarar.

Høvuðsorsøkin til prísvøksturin eru seinastu tíðindini um, at Bretland, sum fyrsta landið í vesturheiminum, fór undir at geva koppingarevni móti korona til landsins íbúgvar. Mikudagin fylgdi Kanada eftir, og seint hóskvøldið bórust so tíðindi um, at USA hevur givið grønt ljós til at leyslata koppingarevnið frá Pfizer-BioNTech. 

Hóast góðu tíðindini úr Bretlandi, Kanada og nú eisini USA, so er støðan í nógvum londum vernað munandi seinastu dagarnar. Hetta hevur fingið stjórnir at seta strong tiltøk í verk fyri at forða smittuni at gera meira um seg.

Annars hevur avgerðin hjá Opec+ londunum ikki at gera álvara av ætlanini at minka um avmarkingina av  framleiðsluni verið við til at varðveita oljuprísin og entá at fáa hann at hækka. Ætlanin var at minka um framleiðsluavmarkingina við umleið tveimum milliónum tunnum um dagin, men tá avtornaði, varð framleiðslan minkað við  500.000 tunnum, tvs. úr 7,7 milliónir til 7,2 milliónir tunnur um dagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

47 Leygardagur 12. desember 2020

- Eitt bládýpi av reinari matgleði

Føroyska matstovan Koks er á listanum hjá Forbes yvir tær kulastu matstovurnar í heiminum at vitja í 2021

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kenda tvístjørnaða matstovan, Koks, frammi við Gjónna, fær framhaldandi rósandi orð í altjóða miðlum og tíðarritum.

Seinasta ‘prýði’ á langa listanum av rósandi viðmælum er eitt pláss á listanum fyri kulastu matstovurnar í heiminum, sambært Forbes, sum er eitt nógv virt amerikanskt vinnutíðarrit.

Forbes hevur gjørt listan “10 coolest Restaurants for 2021” har Koks er einasta norðurlendska umboð saman við heilt serligum matstovum kring heimin, sum eru verdar eina vitjan. Hinar eru í USA, Kili, Japan, Spania, Eysturríki, Tailandi, Fraklandi, Wales.

Forbes brúkar Kristian Brask Thomsen, ein virdur filmsleikstjóri, sum í løtuni ger ein film um serligar Michelin-matstovur, til at lýsa upplivingina av at vitja Koks. Hann sigur nakað soleiðis:

“Føroyar eru eitt spennandi mikrokosmos av spennandi rávørum, norðurlendskari søgu, víkingafrásøgnum, 37 orðum fyri mjørka og enn fleiri fyri ræstan mat, 70.000 seyðir, ein blómandi fiskivinna, hugtakandi fossar, serskøltum, einum tungumáli, sum bert verður tosað av nøkrum 50.000 – og so kulinariska gimsteininum Koks.

Koks hevur eina frumsagnarliga staðseting í einum hobba-umhvørvi, ein tvístjørnað Michelin matstova í einum lágum bóndagarði við flagtekju, nærhendis grønum bøi og einum vatni fult av sílum, fjarskotið mitt í Norðurhøvum. Koks er ein matstova, sum ikki bert roynir at vísa sína burðardygd, men hevur hana í síni kjarnu. Tað mesta av rávørunum eru framleiddar í nánd, í fjallalendinum og havinum. Í samstarvi við bøndur, kavarar, taraserfrøðingar, veiðifólk og fiskimenn. Koks er eitt bládýpi at reinari matgleði”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

48 Leygardagur 12. desember 2020

Ljóssniðgevi serligan heiður frá Statens Kunstfond

Súni Joensen hevur sett ljós til nakrar av størstu leikupplivilsunum á donskum pallum í ár

Súni Joensen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski ljóssniðgevin Súni Joensen úr Nólsoy fekk í vikuni serliga viðurkenning fyri arbeiði hann hevur gjørt á donskum leikpallum hesa seinastu tíðina.

Tað er Statens Kunstfond, sum á hvørjum ári letur virðislønir til palllistafólk, ið hava havt serligan týdning fyri danska palllist.

Í ár vórðu latnar tilsamans 205.540 krónur til fimm palllistafólk. Og teirra millum var Súni Joensen, sum sostatt fekk 41.108 krónur.

Statens Kunstfond sigur um virkið hjá Súna Joensen, at hann fær heiðurin fyri at hava sett ljós á trimum framleiðslum, ið hvør sær standa eftir sum nakrar av størstu leikupplivilsunum í ár.

Talan er um “Ordet” á Aarhus Teater, “Nul” á Teater S/H og Teater Momentum og “Bonnie og Clyde” á Betty Nansen Teater. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

49 Leygardagur 12. desember 2020

Nýggj kjakbók um søgu og søguskriving

Talan er um kjakbók eftir Hans Andrias Sølvará, sum viðger hypotesur um Nólsoyar-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum – Fróðskapur gevur út

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fróðskapur hevur givið út bókina Royndin. Ein kjakbók um søgu og søguskriving eftir Hans Andrias Sølvará. Bókin er 160 blaðsíður.

Hetta er ein kjakbók um søgu og søguskriving, sum viðger hypotesur um Nólsoyar-Páll við støði í almennum søgufakligum meginreglum.

Millum annað verða hesir spurningar viðgjørdir í bókini:

  • Var Løbner fyrstur at flyta frískt koppingarevni móti pokunum til Føroya longu í 1801?
  • Rýmdi Nólsoyar-Páll frá neyðarrópi og hungrandi landsmonnum í apríl 1808?
  • Var tað Nólsoyar-Páll, sum gjørdi, at Baugh kapteynur á bretska herskipinum Clio avgjørdi at taka og oyðileggja skansan í Havn 16. mai 1808?
  • Var tað rætt av Løbner at yvirgeva skansan uttan at lata nakað skot av?
  • Hvørjar mannagongdir og háttaløg eiga søgufrøðingar at halda seg til, tá ið teir granska og skriva søgu?
  • Ber tað til hjá søgugranskarum at skriva søgu óheft av sínum egnu persónligu sjónarmiðum?

Spurningarnir eru settir við støði í ítøkiligum tilfari og evnum úr føroyskari søgu, men viðgerðin verður sett í samband við almennar søgufakligar meginreglur.

Hans Andrias Sølvará er professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, har hann eisini er dekanur á Søgu og Samfelagsdeildini.

[object Object]



Hans Andrias hevur skrivað fleiri bøkur um politisku søgu Føroya. Hann hevur skrivað ein hóp av greinum í ymsum fakligum tíðarritum og bókum um evni úr føroyskari søgu. Eisini hevur hann verið við til at ritstjórna fleiri bøkur og tíðarrit.

Hetta er sjeynda bókin hjá Hans Andriasi, sum Fróðskapur gevur út.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

50 Leygardagur 12. desember 2020

Bob Dylan hevur selt sínar sangir

Universal hevur keypt rættindini fyri metstóra upphædd

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski sangarin, Bob Dylan, hevur selt rættindini til allar sínar meira enn 600 sangir til amerikanska tónleikaforlagið Universal Music Publishing Group, UMG.

Prísurin er ikki almannakunngjørdur, men The New York times skrivar, at talan skal vera um eina upphædd á yvir 300 milliónir dollarar, svarandi um yvir 1,8 milliardir av okkara krónum. Talan er um nýtt heimsmet.

Bob Dylan varð heiðraður við bókmentavirðisløn Nobels í 2016.

79 ára gamli sangarin og sangskrivarin hevur skrivað sangir í seks áratíggjur og gav fyrsta sang sín út í 1962.

Við avtaluni fær Universal-fyritøkan nú inntøkurnar av øllum sangunum hjá Bob Dylan. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

51 Leygardagur 12. desember 2020

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða í 2023

Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey komandi summar, eru útsettir tvey ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Niels Pauli Danielsen

Fyrr í ár boðaði altjóða oyggjaleikanevndin IIGA frá, at oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 blivu ústettir vegna covid-19 støðuna.

Í vikuni boðaði IIGA so frá, at oyggjaleikirnar sum skuldu verða á Guernsey í 2021, í staðin verða í 2023. Harvið eru leikirnir útsetti tvey ár. 

Tískil verður ætlanin fyri komandi leikir broytt soleiðis, at oyggjarnar, ið skulu vera vertir, vera vertir tvey ár seinni enn ætlað.

Sostatt vera oyggjaleikirnir á Orknoyggjum í 2025, á Ynys Mon í 2027 og helst á Isle of Man í 2029. Føroyar høvdu annars ætlanir at fáa oyggjaleikirnar hendavegijn í 2029, men nú er tann ætlanin eisini útsett.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

52 Leygardagur 12. desember 2020

Yvirlit: Hesi gjørdust ársins leikarar

Tað stóð Petur Knudsen á tí mesta, sum eisini gjørdist ársins leikari hjá monnum. Hjá kvinnum bleiv Evy á Lakjuni ársins leikari. Her er yvirlit

Petur Knudsen til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FM1 og Miðlahúsið í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya skipaðu mikukvøldið fyri Ársins leikara tiltakinum.

Tað eru venjarar, leikarar og miðlafólk, sum hava atkvøtt um, hvør skal gerast best í hesum ymsu bólkunum.

Stóra heiðurslønin er ársins leikari, og hjá kvinnum var tað Evy á Lakjuni úr KÍ sum vann tann heiðurin, og hjá monnum gjørdist tað Petur Knudsen úr NSÍ.

[object Object]Evy á Lakjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Sí yvirlit niðanfyri:

Fair Play steypið
Mikkjal Thomassen og KÍ

Gullskógvurin
Kvinnur:
Evy á Lakjuni (17 mál)

Menn:
Klæmint A. Olsen, NSÍ (17 mál)
Uros Stojanov, ÍF (17 mál)

Ársins venjari
Kvinnur: Aleksandar Djordjevic, KÍ
Menn: Jens Berthel Askou, HB

Ársins dómari
Kvinnur: Leivur Zachariassen
Menn: Petur Reinert

Ársins landsliðsleikari hjá kvinnum
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Ársins málverji
Kvinnur: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Menn: Teitur Matras Gestsson, HB

Ársins verjuspælari
Kvinnur: Birita Ryan, KÍ
Menn: Daniel Johansen

Ársins miðvallari
Kvinnur: Evy á Lakjuni, KÍ
Menn: Mathias Nygaard, HB

Ársins áleypari
Kvinnur: Hanna Højgaard, ÍF/Víkingur/B68
Menn: Petur Knudsen, NSÍ

Ársins ungi spælari
Kvinnur: Birita Ryan, KÍ
Menn: Petur Knudsen, NSÍ

Ársins spælari
Kvinnur: Evy á Lakjuni, KÍ
Menn: Petur Knudsen, NSÍ

Ársins lið
Kvinnur:
Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ), Monika Samuelsen (NSÍ), Birita Ryan (KÍ), Ragna Patawary (KÍ), Jórun Patawary (KÍ), Evy á Lakjuni (KÍ), Sanna Svarvadal (KÍ), Jacoba Langgaard (ÍVB), Heidi Sevdal (NSÍ), Hanna Højgaard (ÍVB), Mona Rasmussen (ÍVB)

Menn:
Teitur Matras Gestsson (HB), Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ), Odmar Færø (KÍ), Bartal Wardum (HB), Daniel Johansen (HB), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Dan í Soylu (HB), Mathias Nygaard (HB), Heðin Hansen (HB), Uros Stojanov (ÍF), Petur Knudsen (NSÍ)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020

53 Leygardagur 12. desember 2020

Føroyar og Danmark í bólki saman

Talan varð um ein HM-undankappingarbólk við seks liðum. Hini mótstøðuliðini verða Eysturríki, Skotland, Ísrael og Moldova

Føroyar og Danmark spældu venjingardyst í Herning í oktober. Tá endaði tað 4-0 til danir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar og Danmark skulu komandi ár spæla undankappingardyst í fótbólti fyri fyrstu ferð í 30 ár. Hetta gjørdist greitt í Sveis mánadagin.

Londini hittust í venjingardyst fyri tveimum mánaðum síðani - nú stendur meira uppá spæl, og danir skulu vitja á Tórsvølli einaferð komandi ár. Danmark er tað sterkasta liðið í bólkinum á pappírinum men helst tað veikasta úr hægsta styrkisbólkinum. Danir eru júst komnir í hægsta styrkibólk, og Flemming Toft ynskti áðrenn lutakastið Føroyar úr styrkisbólki fimm

Tað var jaligt, at Føroyar fingu eitt lið úr styrkisbólkinum niðanfyri, og at talan veðrur um tíggju undankappingardystir. Moldova, ið Føroyar ongantíð hava spælt ímóti á A-landsliðsstøði fyrr, er helst tað sterkasta av teimum fimm sum vóru úr styrkisbólki seks og ferðin verður long.

Tað verður hon eisini til Ísrael, har Føroyar eru í gongd við at lata upp eina sendistovu. Seinast Føroyar og Ísrael hittust var fyri 15 árum síðani -  í undankappingini til HM 2006 - tá Símun Samuelsen skoraði eitt minniligt mál til 2-1 í Tel Aviv.

Talan verður eitt "nostalgiskt" aftursýn, tá okkara menn skulu spæla ímóti Eysturríki, ið vit hava verið í bólki saman við tvær ferðir áður í hesari øldini.

Skotland er eisini áhugavert: Føroyar hava tvær ferðir áður fingið javnleik móti skotum á heimavølli og í 2006 spældi føroyska liðið væl, tá Skotland vitjaði á Svangaskarði á triðja sinni. Skotland hevur júst spælt seg til sítt fyrsta endaspæl í hesari øldini.

HM-undankappingin 2021
Bólkur F:
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

54 Leygardagur 12. desember 2020

- Skulu sjálvandi trúgva uppá at vit hava ein møguleika í øllum dystunum

Hetta sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, um lutakastið til HM-undankappingina, ið sviin eisini kallar spennandi

Håkan Ericson skal aftur í mars standa á síðunlinjuni til ein landsdyst hjá Føroyum - hesaferð í einari undankapping (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

– Hetta er ein spennandi og áhugaverdur bólkur við nøkrum londum, sum eg meti hava hvør sín spælistíl. Vit skulu sjálvandi trúgva uppá, at vit hava ein møguleika í øllum dystunum, men tað verður torført, eingin ivi um tað.

Til lutakastið gjørdist greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi HM-undankapping. Føroyar komu í bólk F saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova, og Håkan Ericson, landsliðsvenjari sigur soleiðis við heimasíðuna hjá FSF.

– Onkuntíð síggja avbjóðingar ómøguligar út framman undan, men tá man síðan hevur hugt nærri at uppgávuni, byrja møguleikarnir at síggjast, og tað er hesum møguleikum vit skulu fara eftir, sigur landsliðsvenjarin

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

55 Leygardagur 12. desember 2020

Her er bólkabýtið í HM-undankappingini

Teir tíggju bólkavinnararnir, umframt teir tríggir tvey'ararnir ið vinna í Playoff-umfarinum, skulu til HM í Katar í 2022

Thiago og Spania eru, eins og til seinastu EM-undankapping, í bólki við Svøríki. Føroyar taptu greitt ímóti bæði Svøríki og Spania í fjør: Samanlagda málúrttøkan móti teimum londunum var minus 7 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

-

Fyrstu dystirnir skulu spælast í mars. Í teimum fyrstu fimm bólkunum eru átta umfør - í hinum fimm eru tíggju.

Tað vil siga, at Føroyar skulu spæla tíggju HM-undankappingardystir í 2021, umframt tveir venjingardystir.

Bólkur A

Portugal
Serbia
Írland
Luksemborg
Aserbadjan

Bólkur B
Spania
Svøríki
Grikkaland
Georgia
Kosovo

Bólkur C
Italia
Sveis
Norðurírland
Bulgaria
Litava

Bólkur D
Frakland
Ukraina
Finnland
Bosnia-Hersigovina
Kasakstan

Bólkur E
Belgia
Wales
Kekkia
Hvítarussland
Estland

Bólkur F
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova

Dystirnir í bólki F verða spældir soleiðis:
Hósddag 25. mars 2021: Moldova-Føroyar / Skotland-Eysturríki / Ísrael-Danmark
Sunnudag 28. mars 2021: Eysturríki-Føroyar / Ísrael-Skotland / Danmark-Moldova
Mikudag 31. mars: Skotland-Føroyar / Moldova-Ísrael / Eysturríki-Danmark

Mikudag 1. september: Føroyar-Ísrael / Danmark-Skotland / Moldova-Eysturríki
Leygardag 4. september: Føroyar-Danmark / Ísrael-Eysturríki / Skotland-Moldova
Týsdag 7. september: Føroyar-Moldova / Eysturríki-Skotland / Danmark-Ísrael

Leygardag 9. oktober: Føroyar-Eysturríki / Moldova-Danmark / Skotland-Ísrael
Týsdag 12. oktober: Føroyar-Skotland / Ísrael-Moldova / Danmark-Eysturríki

Fríggjadag 12. november: Danmark-Føroyar / Eysturríki-Ísrael / Moldova-Skotland
Mánadag 15. november: Ísrael-Føroyar / Eysturríki-Moldova / Skotland-Danmark 

Bólkur G
Holland
Turkaland
Noreg
Montenegro
Lettland
Gibraltar

Bólkur H
Kroatia
Slovakia
Russland
Slovenia
Kýpros
Malta

Bólkur I
Ongland
Pólland
Ungarn
Albania
Andorra
San Marino

Bólkur J
Týskland
Rumenia
Ísland
Norðurmakedónia
Armenia
Liktinstein

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

56 Leygardagur 12. desember 2020

HB tryggjaði sær greipuna

Hetta gjørdi HB við einum máli í hvørjum hálvleiki. Víkingur hevði stórar møguleikar í 2. hálvleiki, men samanlagt var liðið hjá Jens Berthel Askou omaná

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki gjørdi innskifti Mads Boe Mikkelsen bart við vøkrum málið, og harfrá royndi HB at koyra sigurin í finaluni um Løgmanssteypið heim. Dysturin varð spældur farna leygardag.

HB hevði annars lagt seg á odda í fyrra hálvleiki við einum skoti, sum rakti eitt Víkingabein og endaði í málinum.

Víkingur hevði tveir risastórar møguleikar miðskeiðis í 2. hálvleiki. Fyrst var tað Sølvi Vatnhamar, ið onkursvegna stútaði upp um málið, eftir at Teitur Gestsson hevði bjargað frísparkssroynd frá Ara Olsen. Lítla løtu seinni misti HB bóltin í uppspælinum, Finnur Justinussen gjørdist heilt fríur men skeyt framvið.

Víkingur kendi harvið ikki sína vitjunartíð - hevði eisini ein stóran møguleika stutt fyri steðgin - men yvir 90 minuttir var HB við yvirlutan og gjørdi sítt fyri at fáa Løgmanssteypið heim annað árið á rað og sína fyrstu greipu síðani 2004. Fyrsta kappingarárið hjá Jens Berthel Askou í felagnum hevur harvið verið sera væleydnað. Fyri Vìking merkir hetta, at tað heldur ikki verður evropeiskur fótbóltur komandi ár.

[object Object]

Finalan um Løgmanssteypið
Tórsvøllur 05.12
Víkingur - HB 0-2 (0-1)
24' Sjálvmál
55' Mads Boe Mikkelsen

Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Noah Mneney (82' Martin Klein Joensen), Bogi Reinert Petersen (56' Geza David Turi) - Arnbjørn Svensson (Olaf Bárðarson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen - Finnur Justinussenn

HB (4-3-3): 
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Hørður Askham, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen (46' Jógvan Rói Davidsen) - Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu - Adrian Rúnason Justinussen, Mikkel Dahl (76' Pætur Petersen), Hilmar Leon Jakobsen (46' Mads Boe Mikkelsen)

Sí fleiri myndir:

Myndir: Víkingur-HB

Myndir: HB greipuvinnari

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

57 Leygardagur 12. desember 2020

KÍ fekk seinasta evropeiska plássið

Sum vanligt gav triðja plássið atgongd til evropeiska kapping, men hesaferð hevði tað ikki gjørt tað, um Víkingur, sum endaði nummar fimm í Betrideildini, hevði vunnið steypafinaluna

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri beint undir einum mánaði síðani spældu HB og KÍ í seinasta umfari í  Betrideildini við Djúpumýru. Páll Klettskarð legði KÍ á odda í 72. minutti og sendi harvið liðið á silvurkós og meira týdningarmikið: Á veg ímóti evroepiskum plássi.

Hetta helt í tjúgu minuttir. So varð Delphin Tshiembe hægstur í KÍ-brotsteignum. Verjuleikarin stútaði bóltin í málið og javnaði harvði, og NSÍ, sum vann á B36 á Tórsvølli, endaði nummar tvey í Betrideildini. Harvið noyddist KÍ at bíða eftir sínari lagnu evropeiskari lagnu.

Hon gjørdist greið farna leygarkvøld. Føroyar hava trý pláss í evropeiskum fótbólti og ikki fýra, sum vanligt hevur verið í mong ár. Harvið gav triðja plássi ikki beinleiðis atgongd, tí eitt pláss er til steypavinnaran. Men av tí at HB, sum longu hevur eitt Champions League pláss, vann løgmanssteypið, so fer plássið til nummar trý í Betrideildini.

Víkingur hevði møguleikan at fáa eitt evropeiskt pláss fyri fyrstu ferð í trý ár, men tað eydnaðist ikki, og tískil skal Kí spæla í Evropa fimta árið á rað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

58 Leygardagur 12. desember 2020

Jann Benjaminsen til norskan fótbólt

23-ára gamli vongbakkurin heldur ikki fram í NSÍ. Hann skal komandi tvey árini spæla fyri Hødd, sum stríðist fyri at koma upp í næstbestu norsku deildina

Hetta er myndin av Jann á heimasíðuni hjá IL Hødd, ið er nýggja felagið hjá toftamanninum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin skrivaði Portalurin, at tað var útlendskur áhugi fyri Jann Benjaminsen. 23-ára gamli toftamaðurin hevði eitt gott kappingarár fyri NSÍ ,og hevði ikki longt sín sáttmála.

Nú er greitt, at tað er í Noregi og í IL Hødd, at fótbóltsframtíðin hjá Jann liggur - í hvussu er komandi tvey árini á pappírinum. Tað boðaðu feløgini frá hósdagin. NSÍ skrivar, at nú hevur Jann Benjaminsen tikið av møguleikanum at spæla fótbólt í Norra. Takkað verður fyri tíðina eftir samstarv síðani 2013:

- NSÍ takkar Jann fyri tíðina í NSÍ, og vit ynskja Jann Benjaminsen bestu eydnu í Norra. Um longsulin til Føroyar gerst ov stórur, so ert tú altíð vælkomin heim aftur til NSÍ.

Jann Benjaminsen verður á heimasíðini hjá Hødd umtalaður á hendan hátt: 

- Jann Julian kjem frå Færøyane og har fleire kampar på aldersbestemte landslag (U17 og U21). Han står oppført med 126 serie og cupkampar for NSÍ Runavík og var i år med å kjempe om serietittelen heilt inn i Meistaradeildin, men enda til slutt 6 poeng bak seriemeister HB Tórshavn. Han spelte også i august Europa League kvalifisering med NSÍ Runavík, men tapte i 1. kvalifiseringsrunde mot Aberdeen frå Skottland. Jann Julian kan spele både kant og back.

Venjarin Kevin Knappen sigur um Jann, at talan er um ein fyrrverandi U21-landsliðsleikara, ið nærkast A-landsliðnum, og sum hevur verið fastur partur á vongbakkinum hjá NSÍ, sum endaði nummar tvey og spældi í Europa League. Knappen lýsir Jann sum ein hartarbeiðandi spælara, sum samstundis er góður á bóltinum.

Hødd spælir í triðbestu deildini í Noregi. Rógvi Jacobsen, metmálskjúttin á A-landsliðnum, hevur áður umboðað felagið. Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2022.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

59 Leygardagur 12. desember 2020

Atli tekur eitt tørn afturat

38-ára gamli liðformaðurin, við yvir 400 dystum á hægsta støði í Føroyum, hevur longt sáttmálan við einum ári. Víkingur boðar eisini frá, at málverjin Bárður á Reynatrøð verður aftur í felagnum

Atli Gregersen skal í gongd við sítt 17. ár í bestu deildini í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann gavst á landsliðnum í fjør men tók eitt ár afturat í Víkingi, og nú er endaliga staðfest, at Atli Gregersen ikki er liðugur á hægsta stigi enn. 

Víkingur kunngjørdi í vikuni, at liðformaðurin hevur longt sáttmálan við einum ári. Fráboðanin kom tveir dagar eftir, at Atli spældi í sínari níggjundu steypafinalu.

[object Object]
Finalan móti HB leygardagin var ikki tann seinasti dysturin hjá Atla Gregersen á hægsta stigi 

Atli Gregersen hevur samanlagt spælt 405 dystir fyri GÍ og Víking í lands- og steypakapping. Harumframt hevur miðverjin spælt 23 evropeiskar dystir og hevur verið við til at skriva søgu. Í ár byrjaði Atli Gregersen inni í 29 útav 31 dystum hjá Víkingi - í hinum báðum hevði hann leikbann. 

Á landsliðnum gjørdi hann eisini vart við seg. Atli spældi 59 landsdystir og var við í einum sera góðum tíðarskeiðið við millum annað tveimum sigrum á Grikkalandi.

Frá 2016 til og við 2020 var nú 38-ára gamli verjuleikarin liðformaður á A-landsliðnum. Hann verður aftur at síggja sum liðformaður hjá Víkingi í 2021, har hann fer at draga miðalaldurin upp, og har Atli allarhelst verður at síggja í miðverjuni saman við Gunnari Vatnhamar fyri tað mesta.

Bárður er aftur - ivasamt við øðrum málverjum
Ein ungur maður, sum møguliga kemur at "standa nógv aftanfyri" Atla Gregersen er Bárður á Reynatrøð. Eftir eitt ár sum leigusveinur á Skála er leirvíkingurin  aftur í barndómsfelagnum.

Víkingur boðar frá, at 20-ára gamli málverjin  hevur skrivað undir ein tveir-ára sáttmála við Víking. Nógv mál fóru inn hjá liðnum sum flutti niður við bert sjey stigum, men serliga í seinnu hálvu gjørdi Bárður vart við seg á góðan hátt við nógvum góðum bjarginum og øðrum atgerðum. Hann varð eisini við á U21-landsliðnum í heyst og hevur aftur aldur til hetta í komandi undankapping.

Hann hevur leikt 31 dystir í Betrideildini - fýra við Vìkingi - og skal komandi kappingarár kappast um aftasta plássið á liðnum úr Eysturkommunu.

Í løtuni er ivasamt, um Elias Fagrá, sum hevur verið fyrsti málverji seinastu fýra árini, heldur fram at spæla fótbólt á hægsta stigi. Sonni Højgaard hevur verið eykamálverji hjá Eliasi og hevur vart málið hjá 1. deild í ár. Hann hevur ikki sáttmála til komandi ár.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar skorar her brotsspark móti bygdamanninum, sum nú aftur verður ein liðfelagi (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

60 Leygardagur 12. desember 2020

Tórður Thomsen heldur fram í barndómsfelagnum

34-ára gamli málverjin hjá NSÍ hevur havt eitt gott kappingarár, og hann hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála

Tórður Thomsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tórður Thomsen hevur havt eitt fantastiskt kappingarár í NSÍ, og hevur verið ein tryggur aftasti skansi fyri felagið. Við gulum “brillum” so er Tórður avgjørt ársins málmaður, og eru vit glað og stolt yvir at Tórður nú hevur sett undirskrift á nýggjan sáttmála við NSÍ.

Soleiðis skrivaði NSÍ í vikuni, tá felagið kunngjørdi, at málverjin heldur fram í felagnum.

Tórður er uppvaksin í NSÍ, men er eisini kendur fyri sína tíð í B36, har hann í 2014 og 2015 var aftasti skansi hjá meistaraliðnum. Í 2015 varð Tórður Thomsen valdur til ársins málverja.

Samanlagt hevur Tórður Thomsen spælt 316 dystir í bestu deildini. Hann hevur eisini spælt 13 evropeiskar dystir, og í ár kom hann aftur á A-landsliðið.

NSÍ kunngjørdi eisini fleiri aðrar sáttmálar við lokalar leikarar í gjárkvøldið. Millum annað hava Aron Kundsen, Pætur Skipanes og Pætur Hentze skrivað undir nýggjar sáttmálar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2020

61 Leygardagur 12. desember 2020

Páll Klettskarð longt við KÍ

Málrevurin verður bláur í øllum førum tvey ár afturat

Páll Klettskarð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hann er javnan á máltalvuni, og er nær við at seta met sum mest skorandi KÍ-leikari nakrantíð. Páll Klettskarð hevur skrivað undir við KÍ tvey ár afturat.

- Vit eru glað fyri, at Páll ynskir at vera verandi í KÍ, tí tað er sera umráðandi við slíkum lokalum flaggberarum í hópinum, sum kunnu føra KÍ mentanina víðari til ungar leikarar og teir leikarar sum koma úti frá, sigur KÍ.

30 ára gamli áleyparin skoraði í farna kappingarári 12 mál fyri barndómsfelagið í Betri deildini.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2020

62 Leygardagur 12. desember 2020

Lukasz Cieslewicz til B68

Hann hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið, sum nú er í Betrideildini

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 kunngjørdi fríggjadagin sín fyrsta styrk til komandi ár, og tað er ein royndur harri, ið tvær ferðir hevur verið ársins leikari í Betrideildini og sum hevur vunnið trý FM og eina steypakapping.

Talan er um 33-ára gamla polendingin Lukasz Cieslewicz, sum seinast hevur verið sáttmálabundin í Víkingi, men sum frá 2011 til og við 2019 var í B36.

Lukasz hevur spælt 223 dystir og skorað 77 mál í fremstu røð í Føroyum. Nú er ætlanin at hansara royndir og dygdir skulu koma B68 til góðar, nú felagið skal royna at  fóta sær í Betrideildini.

Partarnir hava undirskrivað ein tvey-ára sáttmála.

[object Object]
Øssur Hansen og Lukasz Cieslewicz

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

63 Leygardagur 12. desember 2020

Silas Eyðsteinsson aftur í 07 Vestur

Eftir eitt ár hjá AB verður Silas Eyðsteinsson aftur hjá barndómsfelagnum í Vágum

Mynd: 07 Vestur
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir eitt ár í útlegd verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini.

07 Vestur og Silas undirskrivaðu í vikuni sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB, boðar felagið frá á heimasíðuni.

22-ára gamli málverjin er uppvaksin í felagnum, og, áðrenn farna kappingarár, hevði hann einans leikt fyri 07 Vestur heilt úr barna- og ungdómsdeildini.

Í fjør valdi Silas tó at taka eitt tørn fyri AB, har kann kundi fáa royndir í Betri deildini, men nú verður hann aftur at síggja hjá felagnum í Vágum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2020

64 Leygardagur 12. desember 2020

Fótbóltsleikarin Paolo Rossi deyður

Italski toppskorarin og HM-vinnarin frá 1982 gjørdist 64 ár

Paolo Rossi í dysti fyri Azurri móti Brasil (Mynd: fifa.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Italska fótbóltsstjørnan og HM vinnarin frá 1982, Paolo Rossi, er deyður. Hann gjørdist 64 ár, skrivar RAI sport.

Paolo Rossi skoraði seks mál undi HM kappingini í 1982 og gjørdist toppskorari, og varð eisini kosin besti leikari í kappingini. Seinni sama ár varð hann eisini kosin ársins spælari í Evropa.

Italia vann HM við at vinna 3-1 á Vesturtýsklandi í finaluni. Rossi skjeyt eitt av málunum.

Men tað var í millumumfarinum móti Brasilia, at Rossi knappliga fór at gera vart við seg. Hóast ábreiðslur frá italskum miðlum, valdi venjarin at byrja við Rossi sum áleypara, og Rossi takkaði fyri við at skora hattrick í italska 3-2 sigrinum. Rossi skjeyt eisini bæði málini, tá Italia vann 2-0 á Polandi í hálvfinaluni.

Tilsamans skoraði hann 20 mál fyri Azzuri, sum italska landsliðið verður kallað.

Paolo Rossi spældi í fleiri ymsum feløgum í Italia, teirra millum Juventus, Como, Vicenza, Milan, Perugia og Hellas Verona. Hann gavst sum fótbóltsspælari í 1987.

Í kappingarárinum 1977-78 var hann toppskorari í Serie A við 24 málum, vann Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1984, fyri meistarar – nú kallað Champions League – við Juventus í 1985 og tvey italsk meistaraheitir í 1982 og 1984. 

[object Object]
Paolo Rossi her saman við argentinska Diego Armando Maradona, sum doyði fyrr í vetur (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2020

65
Leygardagur 12. desember 2020

Køkurin skal vera vakur og praktiskur

2. partur: Køkurin í einum húsum er eftir mínum tykki, eitt tað týdningarmiklasta rúmið

 
SkrivaÐ:

May Ann Zachariassen

1. partur: Áðrenn & afaná

Tá vit løgdu umbyggingina til rættis av fyrstan tíð, umhugsaðu vit bara at gera okkurt smávegis, s.s. tapetsera av nýggjum, taka onkran vegg niður, skifta gólv og keypa nýggjan køk. Køkurin í einum húsum er eftir mínum tykki, eitt tað týdningarmiklasta rúmið – serliga, um ein sofa sleppur at standa inni eisini. Køkurin er helst rúmið, har man sum samlað familja brúkar mest tíð saman, og tað er lívskvalitetur! Sjálvandi skal hann verða praktiskur. Tað er ein sjálvfylgja. Men frá at man fyrr mest hevur sæð køkin sum eitt slag av ”arbeiðsrúmi”, har man bara skal fáa matin avgreiddan, haldi eg, at vit skulu miða eftir, at skapa karmar fyri familjuhugna og samveru inni í køkinum - eisini ímeðan matgerðin fer fram. Effektivisering hendir á so nógvum frontum, og tað burdi tað eisini gjørt í hesum føri.Tað letur upp fyri eitt sindur meiri tíð saman, í okkara heldur hektiska gerandisdegi. Tað eru nokk so typiskt danskar íbúðir, sum hava køkin fyri seg, og so spísiborð og stovu í einum øðrum rúmi, púra atskilt.

Orsøkin til at eg taki køkin sum týdningarmiklasta rúmið fram um stovuna, sum uttan iva eisini er eitt deiligt samlingsstað er, at í stovuni er aloftast eitt sjónvarp. Alt gott um tað (vit elska tað) men tað er samveran og samtalurnar, sum eg haldi hava so ómetaliga stóran týdning. At gera sær ómak við at skapa góðar karmar – ikki um praktisk viðurskiftir - men um hugna og samveru, tí tað er ein investering í lívskvaliteti.

[object Object]

Tað er sera vanligt at man í dag leggur stovu og køk saman, og hevur eitt sokallað ”alrúm”. Tó eru tað nógv, ið velja at hava møguleika at skyldra av, oftast við eini dragihurð. Tað er sera umráðandi, at fólkið, sum býr í húsinum, er tilvitað um teirra tørvir. Við at leggja stovu og køk saman gerst rúmið vanliga nokk so stórt, og tá kann ljóðið verða ein avbjóðing. Bæði við gangi av børnum, sjónvarpi og aktiviteti sum heild. Tað eru nógvar loysnir uppá tað, men tað sum eg vil siga er, at hóast eg haldi tað verða eitt gott hugskot at gera køkin til eitt slag av ”uppihaldstaði”, er tað ikki neyðturviliga tað rætta fyri øll.

[object Object]

Eg komi í tankar um aldargomlu føroysku húsini. Um roykstovuna. Í roynd og veru kundu vit gott kallað tað eitt ”alrúm”. Í nútímans eygum vildi man kanska kallað tað bæði køk, stovu og kamar.

Tað sum var nokk so stuttligt við roykstovuni var hendan multi-funktiónin, har tað bæði bleiv etið, sovið, hildið gildir, hagreitt mat o.s.fr. alt í sama rúmi. Tað var sera lítið til støddar, og fóru tey seinni, um ár 1500-1600, at byggja sær eina eyka stovu, sum vit kenna sum glasstovu. Glasstovan gjørdist nokk so vanlig um ár 1700. Hon var eitt sindur fínari, men hetta var byrjanin til at vaksa um húsið og einskilja rúmini.

Tað sum fyrr æt roykstova, varð seinni til køk. Orðið roykstova fall burtur, tá nýggjaru húsini fingu kamin og komfýr í 1800 talinum og síðan tá, broyttist køkurin munandi. Vit fingu vatn og vask, borðplátur, skáp, spískamar o.s.fr. og vit munnu fleiri av okkum minnast aftur á heimið hjá langommu og langabba. Ein durur, køkur, spíðskamar, fleiri stovur, vesi og nógv kømur. Hetta var tað modernaða húsið tíðliga í 1900. Eg vænti, at tað eru fleiri í mínum ættarliði, ið hava yvirtikið eini slík hús. So sjarmerandi, men eg vænti eisini, at meir enn helvtin hevur valt, at leggja fleiri rúm saman. Stovu og køk, ella tikið okkurt kamar uppí. Eg eri so fasinerað av føroyskari mentan og føroyskari siðsøgu, og hesin bloggur endaði kanska við at fáa eitt lítið yvirdosis av tí. Sorry. Eg vil bara viðmæla øðrum, ið hava tann áhugan at lesa bókina: ”Í stovuni sofu, í køki komfýr”, eftir Jóani Paula Joensen. Sera áhugaverd.

[object Object]

Men eg veit ikki. Eg vil ikki siga, at mítt alrúm á nakran hátt minnir um hugnaligu gomlu roykstovuna. Absolut ikki. Men eg havi verið so bergtikin av mátanum tey hava livað uppá tá í tíðini, at eg haldi, at mínir tankar um modernaða alrúmið kanska bera brá av tí hugmyndini eg havi, um ta ótrúligu nærveruna føroyingarnir høvdu í roykstovuni. Og er tað nakað vit hava brúk fyri í dag, so er tað nettupp tað. Nærveru. Í stríði og strevi, hugna og stuttleika.

So skal eg ikki hugleiða meir. Her koma nakrar myndir til íblástur.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hetta er so dururin og køkurin hjá okkum. Tað sum skuldi verða ein minni umvæling, bleiv til eina heildarumvæling. Eg komi við tíðini at vísa fleiri myndir av alrúminum. Alrúmið hjá okkum umfatar í veruleikanum bæði dur, køk, grovkøk, stovu og spælikamar. All in one, sum man sigur. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við tí, men tað komi eg nærri inn á seinni. Nú má eg steðga.

Alt tað besta 

Mary-Ann

 

Stutt um meg 

[object Object]

Eg eiti Mary-Ann Zachariassen. Eg eri 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður mín eitur Høgni, 38, og saman eiga vit tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin eg havi tikið.

Eg havi havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast eg havi valt tann minimalistiska stílin til mítt heim, dámar mær flest allar stílir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2020

66 Leygardagur 12. desember 2020

Betlehemsstjørna á himmalhválvinum í ár

Fyri fyrstu ferð í 800 ár fella Jupiter og Saturn saman, eins og tær gjørdu um tað mundið Jesus varð føddur

(Mynd: Science Photo Library)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vit jarðbúgvar kunnu vænta at kunna uppliva eini sermerkt jól á himmalhválvinum. Á ársins stytsta degi, 21. desember, samstundis sum dagarnir fara at leingjast aftur, fara tær báðar størstu gongustjørnurnar í okkara sólarskipan, Jupiter og Saturn, at síggjast sum ein stór dupult gongustjørna.

Hendingin, sum kann síggjast av jørðini, verður kallað “Jólastjørnan”.

Tá tvær stórar gongustjørnur soleiðis síggjast á sama stað av jørðini, koma tær at síggjast sum ein ógvuliga bjørt stjørna. Eins og Betlehemsstjørnan á teimum døgum, tá Jesus varð føddur.

Ikki síðan mars 1226 hevur ein líknandi sjón verið at sæð av jørðini, upplýsir stjørnufrøðingurin Patrick Hartigan á Rice University í Texas, sambært nrk.no.

Jupiter og Saturn hava nærkast hvørøðrum síðan í summar. Í døgunum millum 16. og 25. desember verður tað minni enn diameturin av einum fullmána, sum skilir gongustjørnurnar, og 21. desember fara tær at síggjast sum ein stór dupultgongustjørna.

Ein slíkur tilburður á himmalhválvinum verður kallaður ein konklusjón. Sambært netsíðuni phys.org var ein slík konklusjón í 1226 og eisini í ár 2 eftir Kristi føðing.

Stjørnan, sum vísti vegin fyri teimum trimum vísu monnunum tá, var helst ein konklusjón av Jupiter, Venus og so eini stjørnu, kallað Regulus, skrivar phys.org.

Hóast tað eru farin 800 ár síðan slíkur tilburður var seinast, so skal ikki bíðast líka leinki eftir næsta tilburðinum, tí hann er væntaður um 60 ár – í mars 2080. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2020