Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. desember 2020 | Nr. 10 | Árgangur 1 | Kr. 0,00

Javnaðurin vinnur – sambandið tapir

Flokkurin hjá løgmanni – Sambandsflokkurin – hevur ikki havt so lága undirtøku síðan heimastýrislógin kom í gildi

SíÐa 2

1 Leygardagur 19. desember 2020

Gott Vikuskifti og gleðilig jól

Hevur tú kekkað 'yvirlit' ovast í høgra horni?

Oddagrein

Ein søguligur dagur – vælkomin í framtíðina

Føroyar verða ikki tær somu eftir í dag at rokna.

Tað er eitt sindur løgið at billa sær inn, at eitt 11 kilometra langt vegastrekkið skal hava so stóran týdning, men tað hevur tað.

Tað verður ein tíð áðrenn og ein tíð eftir undirsjóvartunnilin millum Hvítanes og Skálafjørðin. Eins og tað var ein tíð áðrenn og eftir tunnilin undir Vestmannasund og tunnilin undir Leirvíksfjørð.

Hóast nýggjasti tunnilin bindir tveir partar saman, sum áður eru samanbundnir við einum umvegi, so fer hetta nýggja vegastrekkið undir havsins botni av fáa alstóran týdning, ongin ivi um tað.

Ikki minst tá prísurin um vónandi ikki so langa tíð finnur eitt meira skilagott støði enn tað, sum lagt verður út fyri.

Dagurin í dag er tí ein stórur dagur fyri ikki bara íbúgvarnar kring Skálafjørðin og í eystara parti av Eysturoynni annars og Norðoyggnum. Hetta er eisini ein stórur dagur fyri fólk í Suðurstreymi.

Havnarfólk fáa eitt vælvirkandi býarsamfelag – nei, fleiri – beint uttan fyri bøgarðarnar. Tað einasta, sum skilir nú, er eitt vegastrekki, væl vart at veðri og vindi, har koyrilíkindini altíð eru góð.

Sjálvandi fer hetta at fáa týdning.

Avbjóðingin er nú at finna leistin hvussu fólka- og bilastreymurin onkursvegna kann verða tillagaður, so hann verður í samljóð við grøna ynskið, vit hava sett okkum at náa, helst innan 2030.

At seta so høgt gjald á bussarnar, sum koyra gjøgnum tunnilin, gevur jú onga meining, sæð í hesum ljósinum. Tað er beinleiðis í stríð við galdandi veðurlagspolitikk at seta so høg gjøld á bussar, at tað beinleiðis krevur av fólki, ið ferðast gjøgnum Eysturoyartunnilin, at tey skulu koyra í privatum persónbili. Og so bøtir tað jú heldur ikki upp á ferðsluóskilið í høvuðsstaðnum, sum longu er ein endaleysur ferðslutøppur áðrenn tunnilin letur upp.

Við eini vælvirkandi samferðslu gjøgnum tunnilin, hevði nógv verið vunnið, ikki minst við tysingarferðsluni í Havn í huga. Væl at merkja ein skipan, sum eggjar fólki við starvi í Havn at koyra ímillum uttan at brúka egnan bil.

Tá tað er sagt, so er tað sjálvandi eisini av týdningi, at fólkini í norðrasta parti av Eysturoynni og Sundalagnum ikki verða fyri vanbýti.

Tað, at Eysturoyartunnilin er komin, má á ongan hátt gera støðuna verri hjá teimum, sum búgva í Sundalagnum, hvat samferðsluni til Havnar viðvíkur. Sjálvandi skal sama støði á tænastuni frá Bygdaleiðum tryggjast, eisini eftir søguliga dagin 19. desember 2020.

Hjartaliga til lukku, vit øll, við Eysturoyartunnlinum.

Og gleðilig jól...

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2823

    Lisnar síður: 400

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 19. desember 2020

Javnaðurin vinnur – sambandið tapir

Flokkurin hjá løgmanni – Sambandsflokkurin – hevur ikki havt so lága undirtøku síðan heimastýrislógin kom í gildi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Javnaðarflokkurin hevði verið stóri sigursharrin, um val var í dag. Og Sambandsflokkurin hevði verið størsti taparin.

Tað er enn einaferð staðfest. Hesaferð í veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi 12. desember.

Í mun til løgtingsvalið 31. august 2019, fer Javnaðarflokkurin úr sjey upp í tíggju tingfólk, meðan Sambandsflokkurin fer úr sjey niður í fimm tingfólk, meðan Sjálvstýri missir sítt umboð. Hinir flokkar standa í kanningini til at varðveita teir tingsessir, teir hava í dag.

Javnaðarflokkurin stendur nú at fáa beint undir 30 prosent og er nógv størsti flokkur. Kanningin vísir eina framgongd til Javnaðarflokkin á heili 7,6 prosentstig síðan løgtingsvalið.

Tað er bara Javnaðarflokkurin av teimum stóru, sum gongur fram. Hinir – Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi – hava eina afturgongd eins og Sjálvstýri, sum enn ikki er náddur um tinggáttina í nakrari veljarakanning síðan løgtingsvalið 31. august 2019.

Men Framsókn og Miðflokkurin standa til framgongd. Við ávikavist 6,3 og 7,1 prosentum í nýggjastu kanningini, er talan um eina framgongd á 1,7 og 1,8 prosentstig, sum er rættiliga nógv, tó at tað ikki útloysir triðja tingfólkið, sambært veljarakanningini.

Negativ løgmanseffekt
Við bert 15,3 prosentum er Sambandsflokkurin sambært nýggjastu kanningini, nú minni enn bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldi.

Harvið kann staðfestast, at tað hevur gingið álvarsliga niður á bakka hjá Sambandsflokkinum síðan Bárður á Steig Nielsen tók við løgmansstarvinum.

Á valinum í 2019 fekk Sambandsflokkurin 20,3 prosent. Í veljarakanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt síðan valið hevði Sambandsflokkurin eina minni framgongd á fyrstu kanningini, og hevur síðan ligið undir valúrslitinum – nú liggur flokkurin væl undir.

So seint sum 26. november gjørdi Spyr.fo eina kanning fyri Portalin/Blaðið Vikuskifti (henda nýggjasta kanningin er gjørd fyri annan kunda), og tá lá Sambandsflokkurin á 19 prosentum við seks tingfólkum. Men í nýggjastu kanningini stendur flokkurin til at nærkast teimum 15 prosentunum, og kemur niður á fimm tingfólk.

Sambandsflokkurin hevur ikki havt so lága undirtøku síðan heimastýrislógina. Ringasta valúrslitið hjá Sambandsflokkinum í nýggjari tíð, var í 1998, tá flokkurin fekk 18,0 prosent av atkvøðunum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020

3 Leygardagur 19. desember 2020

Her eru nýggju tilmælini

Tilmælini, sum verða galdandi um jólini og nýggjárið, vórðu løgd fram mánadagin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á tíðindafundi mánadagin kunnaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, um nýggjastu tilmælini, sum skulu minka um smittuspjaðingina um høgtíðina.

– Jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu fara at teljast millum okkara seinastu stóru avbjóðingar í koronastríðnum, og tí ræður nú um at taka seinastu tøkini á mál, segði løgmaður á tíðindafundinum.

Í stuttum snúgva broytingarnar seg um:

  • Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
  • Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald til, at tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
  • Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
  • Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
  • Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17. desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
  • Mælt verður til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
  • Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
  • Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

4 Leygardagur 19. desember 2020

- Njótið jólini uttan at smitta ommu ella abba

Bjarni á Steig mælir familjum, sum fáa vitjan uttanlands á jólum, um at halda seg í eini sosialari bløðru seks teir fyrstu dagarnar

Bjarni á Steig (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Myndugleikarnir hava vón um, at kravið til fólk, sum koma til Føroya á jólum, at halda seg heima til úrsliti av koronakanningini á sætta degi er tøkt, kann forða fyri at smittan av álvara fer at blóma upp heima hjá okkum eisini.

- Vit hava fingið fleiri dømi um, at fólk eru testað negativ við komu til landið, men so vísa seg at vera positiv á sætta degi, tí smittan hevur eina ávísa tilgerðartíð. Tí er kanningin við landamørkini ikki nøkur trygd, segði Bjarni á Steig, læknafrøðiligur ráðgevi á tíðindafundi mánadagin.

Hann vísti á, at allarbest er, um fólk eisini hava tikið eina test tríggjar dagar undan fráferð til Føroya.

- Á tann hátt koma vit upp á teir tíggju dagarnar, sum er tíðarskeiðið, ið verður tilmælt sum trygg sóttarhaldstíð, segði Bjarni á Steig.

Danmark megnar ikki at testa øll
Men áheitanin um at koma við negativari test undan fráferð, verður ikki sett sum krav fil tey, sum koma til Føroya á jólum. Av teirri einfaldu orsøk, at trýstið á kanningarstøðini í Danmark í løtuni er so stórt, at tað ikki ber til at sleppa framat at fáa eina test.

- Vit høvdu ynskt at kunna sett tað sum krav, men valdu ikki at gera tað, tí landsstýrið ynskir ikki at forða landsmonnum at koma heim til Føroya á jólum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundinum.

Læknafrøðiligi ráðgevin vísti á, hvussu stóran týdning testin á sætta degi hevur, við av brúka danska sjóverjuskipið Thetis sum dømi. Thetis er vend aftur til Danmarkar eftir at smittan er brotin út umborð.

- Tá Thetis fór úr Danmark var tað við negativari test frá allari manningini. Men tað vísti seg at onkur kortini varð smittaður, og at smittan ikki breyt út fyrr enn nakrar dagar eftir fráferð. Nú eru fleiri umborð smittað, segði Bjarni á Steig.

Hvør familja - ein bløðra
Hann heitti á føroyskar familjur, serliga tær, sum fáa gestir uttanífrá á jólum, at halda seg í sokallaðari sosialari bløðru, t.d. innan fyri familjuna.

- Við bert at vera saman í familjuni seks teir fyrstu dagarnar. Ikki at vitja onnur uttan fyri “bløðruna” og bert lata ein persón í familjuni fara til handils, so eru sannlíkindi fyri, at smittan ikki breiðir seg óneyðuga, vísti Bjarni á Steig á.

Bjarni á Steig fegnaðist eisini um avgerðina hjá fólkakirkjuni um at avlýsa øll tiltøk í kirkjuni um jólini, og bæði hann og løgmaður vónaðu, at aðrar trúðarsamkomur fara at fylgja døminum hjá fólkakirkjuni.

- Søkið heldur jólafriðin innan fyri familjuna. Latið vera við at skifta adressu á jólum. Latið vera við at mingla. Og gerið tykkara til at halda jól uttan at omma og abbi gerast sjúk, ljóðaði áheitanin frá Bjarna á Steig. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

5

Størv

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024
6 Leygardagur 19. desember 2020

Løgmaður: Í ár mugu vit gera tað øðrvísi enn vit plaga

Útisetar eiga at vera serliga varnir dagarnar áðrenn fráferð, at lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn fráferð, og at vera í heimauppihaldi, til tey eru staðfest negativ á sætta degi

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú eru bert fáir dagar til jóla, tíðin har vit koma nógv saman. Hvønn dag eru nógv tiltøk, vit antin skulu til ella kunnu fara til. Serliga um jólini eiga vit at hugsa um okkara næstu og gera tað gott fyri okkara næstu, og hetta er serliga umráðandi í ár.

Tað segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundi í Kringvarpinum mánadagin.

– Smittan er aftur í okkara samfelagi. Hon livir og hon breiðir seg her, segði løgmaður, sum vísti á, at tilsamans átta tilburðir eru staðfest um vikuskiftið.

Í Føroyum eru vit væl fyrireikaði og hava tamarhald á støðuna, og tað er ætlanin, at hetta skal halda fram, segði løgmaður, sum í sambandi við jólini kom við einari serligari áheitan til jólagestir, bæði tey, sum longu eru komin, og tey, sum koma heim næstu dagarnar.

Hann heitti á øll um at vera serstakliga varin dagarnar undan fráferð, og síðani eiga tey at lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn fráferð, og at vera í heimauppihaldi, teir fyrstu seks dagarnar, eftir tey eru komin til Føroya.

At vera í heimauppihaldi merkir, at mann ikki fer til arbeiðis, mann fær ikki vitjan mann fer ikki til handils ella ger onnur ørindi. Tó kann mann fara út í egnum bili ella ein túr út í náttúruna, har eingi onnur fólk eru.

Útisetar eiga heldur ikki at vitja avvarðandi á ellis- og røktarheimum, áðrenn tey eru staðfest negativ á sætta degi.

Eisini eiga øll at vísa tilmælunum serligt ans, tá tey keypa inn til jólini, og helst eigur bert ein úr familjuni at fara at keypa inn. Eisini verður mælt til, at mann roynir at spjaða innkeypini útyvir dagin, so mann ikki fer at keypa inn, tá nógv fólk eru, og eigur mann at brúka munnbind.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

7 Leygardagur 19. desember 2020

4.770 skamtir frá Pfizer/BioNTec koma til Føroya - kanska longu annan jóladag

Tað verða heilsustarvsfólkini, sum standa í fremstu røð í smittubasingini, og so starvsfólk í eldrarøktini, sum fyrst fáa tilboð um at verða koppsett

Kaj Leo Holm Johannesen og Tummas í Garði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í fyrstu atløgu verða tað tey fólkini, sum skulu taka sær av teimum teimum mest útsettu í samfelagnum, sum fáa tilboð um koppseting móti covid-19.

Tað er í stuttum niðurstøðan í tilmælinum, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum fekk mikudagin, og sum gjørdist almennur politikkur hósdagin.

Hetta merkir, at tað verða heilsustarvsfólkini, sum standa í fremstu røð í smittubasingini, og so starvsfólk í eldrarøktini, sum fyrst fáa tilboð um at verða koppsett.

- Heldur enn at koppseta tey, ið eru í vandabólkinum, hava vit valt at verja tey, sum skulu taka sær av hesum fólkum í fyrsta umfari. Tá vit fáa fatur í fleiri skamtum, verða tað tey útsettu, sum fáa tilboðið, segði Tummas í Garði, varstjóri á Sjúkrahúsverkinum á tíðindafundinum fyrrapartin hósdagin.

[object Object]
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Pfizer/BioNTec
Talan er um 4.770 skamtir av koppsetingarheilivágnum, sum amerikanska fyritøkan Pfizer hevur framleitt saman við týsku fyritøkuni BioNTec. Við tað, at tvær koppsetingar skulu til, verður talan um at koppseta í mesta lagið 2.385 fólk í fyrsta umfari.

Sum tað sær út í løtuni, so er møguleiki fyri, at hesin heilivágurin fær endaligu ES-góðkenningina undan jólum, og so er møguleiki at fáa fyrstu skamtirnar heim við flogfari í fyrsta flogfarinum, sum kemur eftir jól, tað er út móti kvøldið annan jóladag.

Rokna við meira fyrst í nýggja árinum
Tríggjar vikur skulu ganga millum fyrstu og aðru koppseting, men Kaj Leo Holm Johannesen segði á tíðindafundinum, at tað gongur so skjótt nú við at menna nýggjar vaksinur, at næsta sending kanska er komin til landið áðrenn fyrstu skamtirnir eru uppbrúktir. Her skal sigast, at tað er av týdningi, at fólk fáa júst sama slag av heilivági aðru ferð, sum tey fingu fyrstu ferð.

[object Object]
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, greiddi frá, at fleiri aðrar heilivágsfyritøkur eru nær við at hava sínar koppsetingar klárar til góðkenningar eisini.

- Tað sær út til, at fyritøkan Moderna verður tann næsta, og í triðja lagi Astra Seneca, sum møguliga verður ES-góðkend í mars, segði landsapotekarin.

Serliga henda seinasta vaksinan - frá Astra Seneca - sær spennandi út, sambært landsapotekaranum, bæði tí at hon er bílig, men hon setir ikki somu krøv til goymsluna, og verður tí nógv lættari at fáa út til fólkið.

Skal goymast kalt
Stóra avbjóðingin hjá Hjalta Gunnarstein og starvsfólkunum í apoteksverkinum og sjúkrahúsverkinum er nú at leggja logistikkin til rættis.

Tað er so, at heilivágurin skal goymast ógvuliga kalt – í 70-80 kuldastigum. Eftir at vaksinan eru tiknir úr hesi djúpfrystingini, er hon virkin í seks samdøgur.

Men áðrenn at heilivágurin skal brúkast, skal eitt lítið sindur av saltvatnsupploysing latast í, og tá tað er gjørt, heldur hann bert í upp til seks tímar.

So tað er ein avbjóðing at leggja koppsetingina til rættis og fáa heilivágin út til koppsetingarstøðini.

Tað er eisini tí, at bert tey sjúkrahúsini í landinum eru vald út til at vera koppsetingarstøð. Harafturat verður arbeitt við at fáa eitt stað afturat “í Miðøkinum” til koppsetingarstøð, møguliga verður talan um eina flytbæra eind eisini, so farast kann í Vágar og Sandoynna at koppsesta eisini. Men hetta er ikki komið upp á pláss enn, segði Tummas í Garði.

Teir málbólkar, sum fáa tilboð um koppseting í fyrstu atløgu eru hesi:
- Kommunulæknar og starvsfólkini í viðtalunum
- Læknavaktin
- Brámóttøkan á Landssjúkrahúsinum (G1)
- Skaðastovan á Klaksvíkar sjúkrahúsi
- Skaðastovan á Suðuroyar sjúkrahúsi
- Sjúkraflutningstænastan
- Koronadeildin
- Tey, ið taka koronaroyndirnar
- Heilsu- og røktarstarvsfólk á røktar- og ellisheimum

[object Object]
Tummas í Garði, varastjóri á sjúkrahúsverkinum

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

8 Leygardagur 19. desember 2020

Skulu ikki óttast covid-19 koppseting meira enn aðrar koppsetingar

Hóast tað hevur gingið óvanliga skjótt fyri seg at menna koppsetingarheilivág móti covid-19, skulu vit ikki óttast at lata okkum koppseta, sigur Tummas í Garði. Tað er tó ikki tvungið at koppseta seg

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstum vera umleið 2000 føroyingar koppsettir móti covid-19. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum í gjár.

Tað var fyrr í ár, at covid-19 byrjaði at herja kring heimin, og longu nú eru myndugleikarnir klárir við koppseting. Hetta er óvanliga skjótt fyri eina koppseting, men tað gevur ikki orsøk til at óttast, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya.

Hann segði við Portalin eftir tíðindafundin hósdagin, at orsøkin at tað hevur gingið so skjótt er, at pengar eru í koppsetingini, og at framleiðararnir tí hava sett alt inn fyri at fáa hana góðkenda.

- Tað hevur gingið øgiliga skjótt, men tað er tí at hetta er ein vaksina, sum tað eru pengar í. Nógv orka er tí sett a at fáa hana framleidda og fáa hana skjótt góðkenda. Tað er hinvegin ikki vanligt við teimum smáu vaksinunum, har tað ikki eru nógvir pengar í. Og tí ganga tað ofta eitt, tvey ella trý ár, áðrenn tær verða góðkendar, greiðir Tummas í Garði frá.

Tað eru hjáarin við øllum heilivági, og Tummas í Garði heldur ikki, at hetta er nakað, vit eiga at óttast meira enn nakað annað.

Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður, tekur undir við varastjóranum í sjúkrahúsverkinum.

Ikki tvungið
- Man vil altíð vera 100 prosent tryggur, men hetta er ein vaksina av einari rúgvu av vaksinum, sum eru komnar síðstu nógvu árini. Læknar tykjast tryggir um hetta, og myndugleikapersónar í Danmark eru eisini tryggir um hetta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hann væntar, at flestu føroyingar fara at lata seg koppseta.

- Hetta er eitt tilboð, og ikki tvang, men í Danmark hevur man spurt fólk, og har siga 80 prosent av fólkinum seg vilja koppsetast meðan 20 prosent ikki vilja tað.

Hann væntar, at vit í Føroyum kenna okkum uppaftur tryggari við myndugleikarnar, og sipar til at talið av fólki, sum ynskja at koppseta seg i Føroyum, helst er hægri enn í Danmark.

Fyrsta sendingin av koppsetingarheilivági, sum Føroyar fær, kemur kanska longu annan jóladag, og talan er um 4.770 skamtir. Tvær koppsetingar skulu til, og tí verða gott 2000 føroyingar koppsettir í fysta umfari.

Kaj Leo Holm Johannesen væntar, at longu fyrst í nýggja árinum kemur meira koppsetingarheilivágur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

9 Leygardagur 19. desember 2020

Á middegi leygardagin verður latið upp

Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu á middegi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru uttan iva nógv sum hava glett seg í áravís, og í dag er dagurin loksins komin til, at Eysturoyartunnilin letur upp.

Klokkan 11 veður hátíðarhald fyri innbodnum við rundkoyringina í tunlinum, har ørgen Niclasen fer at klippa snórin, og verður tann fyrsti at koyra gjøgnum tunnilin eftir hann er tikin alment í nýtslu.

Hátíðarhaldið verður sent í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Ein tíma seinni, klokkan 12, letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Tunnilsfelagið hevur boðað frá, at tað verður ókeypis at koyra í nýggja stásiliga tunlinum restina av árinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

10 Leygardagur 19. desember 2020

Ókeypis at koyra gjøgnum nýggja tunnilin árið út

Fyri ein stóran buss verður tað 1.400 krónur dýrari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin enn hinar undirsjóvartunnlarnar

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í dag, leygardagin 19. desember, letur nýggi Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Nú er avgerð tikin um, at ókeypis verður at koyra ígjøgnum tunnilin fyribils tað, sum er eftir av hesum árinum.

Men næsta ár skal rindast fyri at koyra. Møguleiki er at tekna hald á tunnil.fo, sum eisini umsitur gjaldið til hinar báðar undirsjóvartunnlarnar. Tey, sum longu hava hald til Vága- og Norðoyatunnilin, nýtast ikki at tekna nýtt hald fyri at fáa avsláttur at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Sama hald er galdandi fyri allar tunnlarnar.

Stórur prísmunur
Men tað verður munandi dýrari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin enn gjøgnum hinar báðar tunnlarnar.

Ein túrur gjøgnum Vága- ella Norðoyatunnilin kostar 100 krónur aftur og fram uttan hald og 20 krónur við haldi.

Gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin er prísurin settur til ávikavist 350 og 150 krónur, helvtarprís hvønn vegin.

Sjálvt millum báðar armarnar av Skálafjørðinum verður tað munandi dýrari enn at koyra gjøgnum teir gomlu tunnlarnar. Túrurin millum Rókina og Strendur kostar 250 krónur uttan hald og 50 krónur við haldi aftur og fram.

Fyri bussar er prísmunurin nærmast ekstremur.

Í Norðoya- og Vágatunnlunum er gjaldið fyri øll akfør 300 krónur uttan hald og 100 krónur við haldi.

Ein túrur aftur og fram millum Hvítanes og Strendur ella Rókina kostar 2.700 fyri ein buss, sum tekur meira enn 19 fólk. 2.500 við haldi. Prísirnir millum armarnar eru í hesum føri ávikavist 1.700 og 1.500 krónur.

Allir prísirnir síggjast her 

Tað skal sigast, at prísirnir at koyra gjøgnum bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnil vóru munandi hægri at byrja við, og vórðu rættiliga skjótt reguleraðir niðureftir so hvørt sum myndin av ferðsluni gjørdist meira greið.

Yvirlit yvir søguligu gongdina á prísunum sæst her:

Vágatunnilin 

Norðoyatunnilin   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

11 Leygardagur 19. desember 2020

Strandferðslan klár við nýggjari ferðaætlan

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum er broytt samsvarandi nýggja ferðslumynstrinum sum Eysturoyartunnilin hevur við sær. Kostnaðurin millum Klaksvík og Havnina fer upp við 20 krónum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Strandferðslan hevur sett 2500 fleiri ferðaætlanartímar inn fyri at binda Sjálafjørðin, Sundalagið, Vágarnar og Havnina saman, eftir at leið 400 framyvir fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Tað verða líka nógvir túrar millum Klaksvík og Havnina og broyttu leið 400, og flestu túrarnir verða gjørdir eftir eystara armi av Skálafjørðinum. Ein nýggj leið 450 verður sett á stovn, sum koyrir millum Skálafjørðin og Kollafjørð, meðan smáu leiðirnar 223 og 444 saman við stórleiðunum 100/300 og leið 440, stuðla og binda saman.

Broytingarnar, ið hava verið viðgjørdar í samskifti við skúlar, kommunur, málaráð, viðskiftar v.fl. seinastu tvey árini, taka Strandfaraskip Landsins við Bygdaleiðum enn eitt stig ímóti nýggjum og avbjóðandi tíðum.

Kostnaðurin millum Klaksvík og Havnina fer upp við 20 krónum orsakað av tunnilsgjaldinum.

Ein túrur úr Klaksvík og Havnina, sum áður kostaði 90 krónur fer nú at kosta 110 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

12 Leygardagur 19. desember 2020

Tolið hjá nólsoyingum er uppi

Nólsoyingar møttu væl upp í Tinganesi fríggjamorgunin, og handaðu landsstýrismanninum undirskriftir. Tey krevja nýggja nólsoyarferju

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nólsoyingar hava mist tolið, og krevja nýggja nólsoyarferju.

- Við núverandi strandferðslu-flota vænta vit ikki, at samferðslan millum Havnina og Nólsoy fer at batna – heldur hinvegin, verður sagt.

Nógv vórðu møtt upp í Tinganesi, har tey handaðu Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, undirskriftir. Sangur og gott lag var á fólki hóast umstøðurnar á nólsoyarleiðini.

[object Object]

Skrivið, ið varð handað landsstýrismanninum, er soljóðandi:

"Síðstu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu. Vit vita ikki nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara.

Vit vita ikki um og nær okkara matvørubúð fær vøruVit vita ikki nær oljubilur kemur í oynna og hvussu ruskið fer av oynni. Vit vita ikki um okkara børn og ungu sleppa til Havnar í skúla, til ítrótt og til frítíðarítriv og heimaftur. Vit vita ikki um vit sleppa av oynni til neyðugar viðgerðir og kanningar. Vit tora ikki at hugsa um, hvat hendur um vit fáa brúk fyri bráfeingishjálp úr Havn – t.dum eldur aftur er í onkrum húsum.

Øll vita, at Strandferðsluflotin er gamal og niðurslitin - oavloysaraskipið Erla Kongsdóttir, sum skuldi hjálpa uppá støðuna bleiv eitt stórt vónbrot. So við núverandi strandferðslu-flota vænta vit ikki, at samferðslan millum Havnina og Nólsoy fer at batna – heldur hinvegin.

Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin.

Vit mugu fáa nýggja ferju til Nólsoyarleiðina – annars er bygdini ikki lív laga. Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju – á stødd við Ternuna – og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Ferjan skal sjálvsagt lúka øll nútímans krøv eisini til fólk við rørslutarni.

Landsstýrið kann ikki bíða til 2025 við at seta pengar av til nýbygging av ferjum.

Nøktandi samband skal tryggjast beinanvegin, samstundis sum lunnar verða lagdir at nýggj ferja verður bygd."

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

13 Leygardagur 19. desember 2020

Sjómenn í Nólsoy: - Stór vanlukka kann henda í Nólsoyarfirði

Í opnum brævi mæla teir til at steðga siglingini við Erlu Kongsdóttir um Nólsoyarfjørð á hávetri

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seks sjómenn í Nólsoy við drúgvum royndum rópa nú varskó. Í opnum brævi til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, heita teir á at taka Erlu Kongsdóttir úr sigling á hávetri.

Tað er ov seint, tá skaðin er hendur, siga teir.

- Vit stúra fyri, at um vetrarsiglingin ikki verður steðgað, fer stór vanlukka at henda á Nólsoyarfirði, ið kann oyða bygdina við einum sjógvi.

[object Object]Soleiðis sá út á Erlu Kongsdóttir fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Alt brævið kann lessast niðanfyri:

Opið bræv til Jørgen Niclasen landsstýrismann í samferðslumálum og SSL

Seks sjómenn í Nólsoy við drúgvum royndum, rópa varskó

Mánadagin gekk sjón fyri søgn, tá nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, fór í sigling um Nólsoyarfjørð. Tá tvíkiljan​ ​hevði verið í sigling fimm dagar, var galin endi, tá rútanir fóru í stýriborðssíðu á veg inn á Havnina.

Leygardagin hittust vit sjómenn í Nólsoy at viðgera støðuna viðvíkjandi siglingina á nólsoyarleiðini, ið vit nú halda vera somikið hættisliga, at lív eru í vanda.

Erla Kongsdóttir er ikki egnað til sigling um Nólsoyarfjørð á vetrartíð. Ein sjómaður, sum í 40 ár hevur siglt í Barentshavinum í øllum veðri, hevði verið við á túrinum út fríggjamorgunin. Hann greiddi frá, at Erla Kongsdóttir hevði lagt seg ógvusliga, og fór hon longur á liðina við so nógvari ferð, skuldi ikki meir enn eitt brot til, at hon koppaði. Hann leggur afturat “eg havi roynt at staðið upp eftir enda við skipi, men hendan túrin um fjørðin dámdi mær ikki”. Vit stúra fyri, at um vetrarsiglingin ikki verður steðgað, fer stór vanlukka at henda á Nólsoyarfirði, ið kann oyða bygdina við einum sjógvi.

Erla Kongsdóttir er helst eitt gott​ ​skip at sigla við á summri, og hevur hon góðan stabilitet, tá báðir kjølir eru í sjógvinum - men á hávetri, í lágætt og vestfalli, tá havaldan kemur inn á fjørðin, er hon lívshættislig. Eitt brot kann koma óvart á og vera stórt av streymi.

Flestu skip, sum vit kenna tey, hava kúlustevni og/ella avrundaða innilokaða gron fyri at taka sjógvin frammanfyri, men Erla Kongsdóttir er opin framman og kann lætt taka sjógv inn. Harafturat hevur hon flata gron, ið ger, at hon hevur torðført við at avleiða nógvu kraftina frá sjógvinum, og hetta kann kennast sum harðir stoytir undir sigling. Dømi er um, at Erla Kongsdóttir hevur rent gronina undir, tá siglt var uppímóti í ringum veðri. Bildekkið er framman, og um hon fær eitt kast, kunnu bilar fara út í annað borið. Fer skipið tá á liðina og eitt brot kemur afturat, so er galið.

Ein má altíð sigla við skili og eftir umstøðunum, tí um siglt verður ófantaliga í illveðri, ber til at knúsa eitthvørt skip sundur.

Eitt, sum sjómenninir undrast á, er hví Erla Kongsdóttir hevur so stórar rútar, tá hon skal eitast at vera bygd til føroysk viðurskifti. Fara rútarnir og eitt brot kemur, fyllist salongin við sjógvi, tá er eingin stabilitetur longur. Sjógvur fer tá út í annað borið og ferðafólkið við.

Flestu skip hava lúkur at koyra fyri rútarnar, tá siglt verður í ringum veðri fyri at forða fyri, at skipið skal taka sjógv, skuldi ein rútur sligið inn. Hetta ber ikki til umborð á Erlu Kongsdóttir, tí hon hevur panoramarútar.

Harafturat framgongur av heimasíðuni hjá SSL undir teiginum við tekniskum útgreiningum av HSC Erlu Kongsdóttir, at skipið er bygt at sigla í vardum farvatni. Tað er Nólsoyarfjørður ikki!

Vit hava tosað við ein av royndastu skipsverkfrøðingum í Føroyum, sum hevur teknað nógv skip og eisini hevur gjørt skipsvanlukkufrágreiðingar. Hann greiddi frá, at tá ein slík hending er, skal man lata vera við at gita, men kanna - og kanna væl fyri síðan at gera niðurstøður.

Um tvíkiljur​ ​sigur hann, at tær eru munandi meira stabilar og rulla minni enn skip við einum kjøli. Tær vera nógv brúktar av alivinnuni her heima, har man hevur kranar at lossa við. Tær uppgávurnar kunnu ofta bert loysast av tvíkiljum, tí stabiliteturin er betri. Men av tí, at tær hava størri stabilitet, so er kraftin á skrokkin frá sjónum tilsvarandi størri.

Í mun til vanlig skip, so hava tvíkiljur nógvar slættar flatur. Serliga framman. Tá luft kemur ímillum og ein sløtt flata setur harðliga niður í sjógvin er kraftin ógvuslig og sama er við rørslunum í skrokkinum. Tí verður oftast ein minni triði kjølur gjørdur fyri at bróta sjógvin betur.

Av frágreiðingini hjá Anne Mette Greve Klemensen um ógvusligt buldur, er nógv, sum bendir á, at luft er komin ímillum, tá skipið hevur sett í eini aldu og hørð rørsla og ristingar eru komnar í skrokkin og farnar út í rútin.

Øll skip liva, tá tey eru í sjónum. So tað slepst ikki undan rørslum og ristingum. Tí hevur man eitt frírúm við pakningi, sum skal verja rútin móti ristingum í skrokkinum, men um rúturin er ov stramt monteraður, fara rørslurnar úr skrokkinum út í rútin. Hann nýtist ikki at fara við tað sama, men gongur ein løta meðan spenni er á og ein lítil stoytur afturat kemur, brestur rúturin. Ein annar møguleiki er feilur í tilfarinum, sum er nýtt til rútin.

Stabilitetskurvan vit kenna til, verður roknað út frá skipum við einum kjøli, og har er talva at ganga eftir. Sambært upplýsingum skal hvør kjølur á eini tvíkilju vera 7 ferðir sterkari enn á skipi við einum kjøli.​ ​Men verður ein kjølur leysur úr havinium, hvar er stabiliterurin tá? Tá er einki fríborð at halda ímóti, og tá stendur nógv á skipinum. Hyggur ein eftir kappsiglarum, ið sigla við tvíkiljum, eru teir allir skjótir út í annað borið, fer kjølurin uppfrá, har hendir tað meir enn so, at skipið koppar.

Vit loyva okkum at ivast í, um norðmenn vita hvørjari siglingarleið Erla Kongsdóttir er ætlað at sigla í, og hvat teir munnu halda um skilið, at rútarnir longu eru farnir, eftir at hon hevur verið í sigling í fimm dagar. Vit kunnu heldur ikki lata vera at hugsa, hvat annað kann vera farið og um skaði kann vera komin á skrokkin. Smærri tvíkiljur vera í Føroyum eins og í Noregi bert nýttar í vardum farvatni til javna aldu.

Erla Kongsdóttir er tí ein ørvitis lappaloysn, ið kann forgera fólkið.

Tað er Sjóvinnustýrið, sum góðkennir skip til sigling, men oftast verður uppgávan latin Norsk Veritas. Av tí at Føroyar ikki er sjálvstøðugt IMO-land er føroyska góðkenningin undir eftirliti av Søfartsstyrelsen. Møguleiki er fyri at feilir verða gjørdir í góðkenningini.

Áheitanin frá okkum til SSL og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, er greið og eigur at vera tikin í stórsta álvara: Steðgið siglingini við Erlu Kongsdóttir um Nólsoyarfjørð á hávetri beinanvegin. Tað er ov seint, tá skaðin er hendir.

Ivan Holm, Hans Martin Hansen, Tórhallur Nolsø, Juul Margeir Jacobsen, Anfinn Nielsen og Sørin Jakobsen

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2020

14 Leygardagur 19. desember 2020

Nú fer Norrøna í dokk

Loysti hóskvøldið, og kemur nútímansgjørd aftur í mars

Soleiðis fara tey 34 nýggju Nordic Luksuskømurini á dekk 8 at síggja út (Mynd: Smyril Line)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Norrøna fór av Havnini hóskvøldið, var tað seinastu ferð í meira enn tríggjar mánaðir, at flaggskipið í flotanum loysir í føroyskum øki.

Leygardagin fer Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo, fyrr kallað Lindø værftet, og fer aftur í sigling 6. mars.

Skipið fær eitt sonevnt “facelift”, og verður nútímansgjørd og framtíðartryggjað, sigur Smyril Line.

Norrøna kom í føroyska flotan í 2003, og er dagførd í smáum. Nú verður eitt størri arbeiði gjørt. Millum annað er tørvur á fleiri kabinum og betri uttandurafasilitetum. Talið av kabinum verður økt við áleið 50, og á dekk 10 fær skipið eina nýggja cafe við góðum møguleikum at njóta tíðina umborð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

15 Leygardagur 19. desember 2020

Leiga italskt farmaskip fyri Norrønu

Norrøna verður í dokk næstu tríggjar mánaðirnar. Eingin ferðafólkaflutningur verður millum londini hetta tíðarskeiðið, men neyðugt er at útvega sær skip til farm

(Mynd: Vesselfinder.com)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Italska farmaskipið Frijsenborg fer næstu tríggjar mánaðirnar at røkja farmaleiðina hjá Norrønu í millum Danmark, Føroyar og Ísland, nú flaggskipið í føroyska flotanum fer í dokk, og verður nútímansgjørt.

Frijsenborg er eitt ro-ro skip bygt í 2016 og er 180 metrar langt.

Norrøna fer aftur í sigling tann 6. mars, og tá verður tað við øktum tali av kabinum og millum annað nýggjari café á dekk 10.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

16 Leygardagur 19. desember 2020

Slept ætlanini um forboð at ferðast við hundi og kettu

Landsstýrismaðurin sleppir ætlanini. Ístaðin verða onnur stig tikin, sum skulu forða fyri smittandi djórasjúkum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður ikki á hesum sinni, at forboð verður sett fyri at ferðast við hundi og kettu. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur slept ætlanini um at seta forboð fyri at ferðast við hundi og kettu. ístaðin verða onnur stig tikin, ið skulu forða fyri smittandi djórasjúkum. 

- Eg havi tikið mongu hoyringarsvarini til eftirtektar, og ætli at leggja munandi størri dent á at fyribyrgja sjúkum við koppsetingum og viðgerðum, eins og skjalaeftirlitið verður strangari, sigur landsstýrismaðurin.

- Mett verður, at tað við hesum fer at bera til varðveita góðu djóraheilsustøðuna í Føroyum, sigur hann.

Tað var í fjør at farið varð undir at endurskoða reglurnar í sambandi við innflutning og ferðing við hundum og kettum. Endamálið var at tryggja, at góða djórasjúkustøðan í Føroyum verður varðveitt, eins og fyrisitingin skuldi gerast einfaldari fyri bæði borgarar og myndugleikar. 

Ferðamynstrið er broytt
- Søguliga hevur innflutningurin av hundum og kettum verið lítil og eingin, og tí eru fleiri djórasjúkur, sum eru vanligar aðrastaðni, ikki at finna í Føroyum. Men seinnu árini er ferðamynstrið munandi broytt, og tí er neyðugt at broyta reglurnar um innflutning av djórum, sigur Helgi Abrahamsen.

- Djórini koma úr alt meira fjarskotnum londum, eisini úr londum við ivasamari ella vánaligari djóraheilsustøðu, sigur hann.

Landsstýrismaðurin ásannar, at besti mátin at byrgja fyri djórasjúkum er at seta fullkomið bann fyri at flyta inn hund og kettu. Hann heldur tað tó vera umráðandi at hava fyrilit fyri teimum, sum búgva í Føroyum, og sum vilja ferðast við húsdjórunum. Í hoyringarsvarum hava fleiri feløg og einstaklingar gjørt vart við hesi viðurskifti, og tí er upprunaliga ætlanin um at seta bann fyri at ferðast við hundi og kettu slept.

- Koppseting og fyribyrgjandi viðgerð verja í ávísan mun fyri, at djórini bera smittu við sær til Føroya, hóast talan ikki er um fullkomna vernd, sigur landsstýrismaðurin.

- Harumframt verða innflutningsloyvi ella ferðaloyvi kannað, áðrenn djórið fer úr upprunalandinum, fyri í mest møguligan mun at tryggja, at hundar og kettur ikki koma til Føroya uttan at vera koppsett, sigur hann. Er alt ikki í lagi, tá ið eitt djór kemur til Føroya úr útlondum, kann djórið verða sett í sóttarhald í eitt tíðarskeið, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Tá ið kunngerðin var til hoyringar, komu 15 hoyringarsvar inn. Nýggja kunngerðin kemur væntandi í gildi tann 1. juli 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

17 Leygardagur 19. desember 2020

Kristina Háfoss verður stjóri fyri Norðurlandaráðið

Tekur við nýggja starvinum 1. februar - er annars júst byrjað sum leiðari í felagsskapinum Javna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Kristina Háfoss, sum annars fyri stuttum varð sett sum stjóri í Javna, fer nú í staðin til eitt nógv tignarligari starv.

Frá 1. februar at rokna verður hon stjóri fyri umsitingini hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum tók á fundi mánadagin avgerð um at seta Kristinu Háfoss í starvið. Hon tekur við, tá starvssetanin hjá núverandi stjóranum, Britt Bohlin, gongur út 1. februar, skrivar norden.org.

Í tíðindaskrivi skrivar Kristina Háfoss, at hon gleðir seg at byrja í nýggja starvinum.

- Tað er ein heiður fyri meg at fáa møguleika at arbeiða við Norðurlandaráðnum og formansskapinum. Tað er ein uppgáva, sum eg síggi fram til, sigur Kristina Háfoss.

Eisini Bertel Haarder, sum frá nýggjárinum verður formaður ella forseti fyri Norðurlandaráðið, er spentur.

- Við Kristinu Háfoss fær Norðurlandaráðið ein væl útbúnan og væl fyrireiðaðan stjóra við nógvum royndum innan almenna umsiting. Ikki minst innan fyri talgilding, sum í framtíðini fær størri týdning í framtíðini, nú vit skulu ferðast minni og halda færri fysiskar fundir, sigur Bertel Haarder.

Bertel Haarder fegnast eisini um, at Norðurlandaráðið fyri fyrstu ferð fær ein danskan ríkisborgara, altso ein, ið umboðar danska ríkisfelagsskapin, sum stjóra.

Sambært Helsingforssáttmálanum, sum er grundarlagið fyri norðurlendska samstarvinum, eru Áland, Grønland og Føroyar ikki fullgyldugir limir á sama støði sum Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland og Ísland.

- Men tíbetur er tað ikki nøkur forðing fyri, at vit geva ábyrgdina fyri okkara umsiting til ein føroying. Hetta er eitt gott dømi um samstarvsandan í Norðurlandaráðnum, sigur Bertel Haarder.

Sitandi forsetin fyri Norðurlandaráðið, Silja Dögg Gunnarsdóttir úr Íslandi er samd.

- Vit fegnast um at fáa Kristinu Háfoss við kring borðið, sigur hon í tíðindaskrivinum frá Norðurlandaráðnum.

Kristina tók annars við starvinum sum leiðari fyri Javna 1. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

18 Leygardagur 19. desember 2020

Stendur á jøvnum fyri og ímóti stuðli til 'Skúla scam'

Spyr.fo: Mest óvæntað við kanningini er kanska, at ein yvirvág av teimum yngstu veljarunum taka undir við avgerðini hjá Jenisi av Rana

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski veljarin er rættiliga javnbýttur, tá tað kemur til spurningin, um hvørt tað var rætt av Jenisi av Rana at sýta fyri at veita stuðul til ein ávísan film, har málburðurin – eftir landstýrismansins tykki – var óhóskandi tí tað varð bannað ov nógv.

Spyr.fo hevur í eini kanning spurt 500 fólk henda spurningin: “Ert tú samd(ur) í avgerðini hjá Jenisi av Rana um ikki at játta stuðul úr landskassanum til filmin "Skúla scam", sum er ætlaður børnum og ungum, vegna ógvusligu banningina í filminum?”.

Tey spurdu kundu velja millum fimm møguleikar: 1. Púra ósamd, 5. púra samd og so tríggjar møguleikar harímillum, har ‘3’ sostatt er hvørki samd ella ósamd.

Tað vísir seg, at tað er eitt lítið sindur fleiri, sum eru ‘púra ósamd’ enn ‘púra samd’, ávikavist 37 og 36 prosent. Men tá samanum kemur er miðaltalið 3,0 – mitt ímillum.

Samgongan stuðlar
Spyr.fo hugdi eisini eftir úrslitinum í mun til hvønn flokk tey spurdu høvdu valt.

Og her er greitt, at Jenis av Rana hevur fullan uppbakning millum sínar egnu veljarar í Miðflokkinum. Í samgonguflokkunum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum og eisini í stuðulsflokkinum, Sjálvstýri, eru tað flest, sum eru samd við Jenisi av Rana.

Í Sambandsflokkinum eru tað tó minni enn helmingurin, sum er “púra samdur”. Í hinum flokkunum er tað oman fyri helmingin.

Veljararnir hjá andstøðuflokkunum eru ósamdir. Veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn mest avgjørdir við ávikavist 57 og 56 prosentum, sum siga seg vera “púra ósamd”, meðan tað hjá Tjóðveldi er 50 prosent.

Miðalúrslitið fyri hvønn flokk gjørdist hetta (jú hægri tal, tess meira samd við landsstýrismannin):

Fólkaflokkurin 3,94
Sambandsflokkurin 3,39
Javnaðarflokkurin 2,13
Sjálvstýri 3,54
Tjóðveldi 2,31
Framsókn 2,14
Miðflokkurin 4,98

Tá hugt verður eftir bústaðnum, so er tað týðiligt, at borgarar í høvuðsstaðnum eru meira ósamd við landsstýrismanninum, meðan veljarar uttan fyri høvuðsstaðin eru meira samd.

Verður hugt eftir kynsbýtinum, eru kvinnurnar meira samdar enn menninir. Men her er sermerkt, at menninir eru nógv meira avgjørdir í sínum svarum.

Tey yngstu og tey gomlu stuðla
Verður hugt eftir aldrinum, so sæst at teir yngstu veljararnir eru meira samdir enn ósamdir við Jenis av Rana.

Miðaltalið fyri veljarar millum 18 og 29 ár er 3,07 – tað vil siga at  tey hella til at vera samd við avgerðini hjá landsstýrismanninum. 34 prosent eru ‘púra samd’ meðan 30 prosent eru ‘púra ósamd’.

Aldursbólkurin 30 til 44 ár er hinvegin meira ósamdur við einum miðal á 2,98, meðan aldursbólkurin 45 til 59 ár er mest ósamdur við einum miðal á 2,81.

Elstu borgararnir eru hinvegin mest samdir við 3,16 í miðal. 45 prosent av teimum elstu veljrunum siga seg ver ‘púra samd’, men tað eru eisini 38 prosent, sum eru ‘púra ósamd’. Teir eldstu veljararnir eru eisini nógv mest avgjørdir í síni støðutakan.

Í hinum aldursbólkunum, eru nógv fleiri, sum ikki taka støðu til spurningin við at svara ‘3’, sum er mitt ímillum. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

19 Leygardagur 19. desember 2020

Norðurlond stremba eftir felags tíðarsonu

Tíðarsonurnar í Norðurlondum eiga at samskipast tá ES fer at seta summartíð úr gildi

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðurlandaráðið hevur ætlanir um at sama tíðarsona skal vera galdandi fyri londini á meginlandinum.

Á fundi í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið í vikuni var ein áheitan send til stjórnirnar um í felagsskapi at at arbeiða fyri, at tíðarmunurin millum Norðurlond ikki økjist.

Óttin í Norðurlandaráðnum kemst av, at ES-tinglimir longu hava atkvøtt fyri at gevast við at brúka summartíð. Uttan eina norðurlendska samskipan kunnu tíðarmunirnir í Norðurlondum harvið økjast.

Avgerðin skuldi setast í gildi í 2021, men fyrireikingin hevur tikið longri tíð enn væntað. Henda tíðin skal brúkast við skili, heldur Norðurlandaráðið.

Ísland skiftir ikki millum summar- og vetrartíð, og um hini londini semjast, áðrenn skipanin verður strikað í øllum ES, fer hetta at styrkja sameiningina í Norðurlondum.

Pyry Niemi, formaður í nevndini fyri vøkstri og menning í Norðurlandaráðnum og limur í formansskapinum heldur, at norðurlendsku stjórnirnar eiga at finna eina loysn, sum gagnar øllum Norðurlondum.

- Fyrr ella seinni verður summartíðin strikað í ES. So er einasta skilagóða, at Finnland, Svøríki, Noreg og Danmark eru í somu tíðarsonu. Ísland hevur aldri skift millum summar- og vetrartíð, og um hini Norðurlondini eisini strika summartíð, fer tað at fremja sameiningina – integratiónina – í Norðurlondum. Vit gera tað lættari fyri okkara íbúgvar, sigur Niemi.

Ein stór avbjóðing er tó, at Finnland í dag liggur í somu tíðarsonu sum baltisku londini. Orsaka av søguligum tøttum sambandi til Baltikum, hevur tað týdning, fyri Finnland, at hetta heldur fram. Enn er ikki greitt, hvussu hetta kann loysast.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum heldur, at týdningarmesta er, at Norðurlond standa saman, tá tíðarskiftið verður avtikið, skrivar norden.org.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

20 Leygardagur 19. desember 2020

Fleiri skeinkistøð í Havn vilja ikki hava útisetar á vitjan áðrenn sætta dagin

Størsta hóttanin eru fólk, sum hvønn dag koma úr útlondum við vanda fyri at taka smittuna við, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, talsfólk fyri tey 13 skeinkistøðini, sum hava sent út felags skriv, har tey heita á útisetar um ikki at koma framvið, áðrenn tey eru staðfest negativ eftir kanning á sætta degi

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

13 matstovur, náttklubbar og barrir í høvuðsstaðnum sendu síðsta vikuskiftið út eina áheitan á útisetar, sum koma heim til Føroya á jólum, um ikki at koma inn til teirra, fyrr enn tey hava kannað seg fyri covid-19 seks dagar eftir heimkomu, og at tað er staðfest, at tey ikki eru smittað.

Talan er um Bassalt, Basecamp, Blábarr, Essabarr, Glitnir, Irish Pub, Jomfrúbakkin, Landskrona, Luux, Loca, Sirkus, Tórshøll, og Víngarðurin, sum hava sent út felags áheitanarskriv.

– Vit eru í einari serligari støðu í Føroyum, tað hava vit verið í eina tíð, og samfelagið koyrir so væl, sum vit yvirhøvur høvdu kunnað ímyndað okkum. Men størsta hóttanin móti tí priviligeraðu støðuni, vit eru í nú, eru fólk, sum hvønn dag koma úr útlondum við vanda fyri at taka smittuna við, segði Sunneva Háberg Eysturstein, talsfólk fyri skeinkistøðini, við Útvarpið.

– Tað ljóðar hart, men tað er veruleikin, og tað fer at blíva við at vera ein hóttan, til fólk hava kannað seg sætta dagin.

Løgtingið samtykti í farnu viku at geva landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen, heimild at steingja matstovur og skeinkistøð fyri at minka um smittuvandan.

Heimildin, sum er galdandi til 1. februar, verður mett at verða neyðug um jólini og á nýggjárinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

21 Leygardagur 19. desember 2020

R7 gevst at senda

Enn hevur eingin víst áhuga at yvirtaka virksemið hjá útvarpsrásini sum nú riggar av

(Mynd: R7)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Útvarpsrásin R7, sum byrjaði at senda í november 2015, gevst at senda. Tað váttar Petur Jacobsen, nevndarformaðurin, fyri Kringvarpinum.

Hann greiðir frá, at tað orsøkin til at tey gevast at senda, er ikki fíggjarlig.

Petur Jacobsen og familjan hava rikið útvarpsstøðina, sum hevur hildið til á Skálafjørðinum, men hann sigur við útvarpið, at hóast tað hevur verið tíðarkrevjandi hava inntøkurnar ikki verið nóg stórar, til at leiðslan kundi fáa løn.

Eingin hevur enn víst áhuga at yvirtaka virksemið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2020

22 Leygardagur 19. desember 2020

Hagstovan: Stígur í lønargjaldingunum

Góðar 860 milliónir krónur vórðu útgoldnar í november – mannfólk fingu 524,7 milliónir, meðan konufólk fingu 313,8

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Góðar 860 milliónir krónur vórðu útgoldnar í lønum í november – góðar fimm milliónir færri enn í november í fjør.

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp. Hetta er galdandi fyri bæði kyn.

Í november fingu mannfólk 524,7 milliónir, meðan konufólk fingu 336 milliónir. Í november fingu konufólk 313,8 milliónir, meðan mannfólk fingu 551,7 milliónir krónur.

Vøkstur hómast tó framvegis í "almennari o.a. tænastu" og "privatu tænastuvinnunum", men vøksturin er steðgaður upp í bókunum "byggivinnu og aðrari tilvirking" og "fiskivinnu o.a. tilvirking".

Hóast trendurin nú vísir, at vøksturin í lønargjaldingum er steðgaður upp, eru tær tó vaksnar 1,8 prosent í tíðarskeiðnum januar til november 2020 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í "byggivinnu o.a. tilvirking" er vøksturin 5,9 prosent, í "almennari o.a. tænastu" er vøksturin 4,3 prosent, meðan lønargjaldingarnar eru minkaðar í "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu" og "privatu tænastuvinnunum" við ávikavíst 1,8 og 0,6 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

23 Leygardagur 19. desember 2020

Nógv fáa stór lán

Húskir við skuldarlutfalli omanfyri 5 eru vorðin fleiri í tali í 2018 í mun til árið fyri. Somuleiðis eru húskir við skuldarlutfalli millum 3 og 4 økt eitt vet síðani 2014. Hetta kann millum annað forklárast við hækkandi sethúsaprísunum hetta tíðarskeiðið, samstundis sum lækkaða rentustøðið hevur gjørt tað gjørligt at læna meira, uttan at rentuútreiðslurnar eru øktar tilsvarandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.

Lutfalli av fólki, ið hava lænt upphæddir omanfyri 3 milliónir krónur, er økt við árunum. Myndin býtir øll nýstovnaði lán omanfyri 100.000 krónur eftir hvørt tey eru størri ella lægri enn 3 milliónir krónur. Í 2018 læntu 27 prosent av øllum, sum stovnaðu eitt lán, eina upphædd omanfyri 3 milliónir krónur. Í 2019 fingu heili 40 prosent av lántakarunum í árinum eitt lán oman fyri 3 milliónir.

Tøl hjá Landsbankanum vísa harafturat, at talið av nýstovnaðum lánum omanfyri bæði 4 og 5 milliónir krónur er vaksið nógv í 2019 í mun til árið fyri.

[object Object]

Eitt húski kann vanliga læna um 3,5 ferðir samlaðu árligu inntøkuna áðrenn skatt. Eini 600 húskir skylda millum 3 og 4 ferðir árligu inntøkuna, 200 húskir skylda millum 4 og 5 ferðir og 400 húskir skylda meira enn 5 ferðir sína árligu inntøku (Sí mynd niðanfyri). Støddin av samlaðu skuldini í mun til samlaðu inntøka hjá húskinum, verður rópt skuldarlutfall.

Eitt skuldarlutfall omanfyri 4 og 5 kann gera tað trupult at gjalda rentur og avdráttir skuldi rentan hækkað ella um til dømis annar í húskinum verður arbeiðsleysur. Hesi húskir kunnu tó hava fíggjarligar ognir ella aðrar fastognir, sum loyva teimum slíkt skuldarlutfall.

[object Object]

Flestu húskini í Føroyum hava tó eina lága skuld; hjá 93% av húskjunum er skuldin lægri enn 3 ferðir samlaðu inntøkuna. Lítið bendir tí í løtuni á, at húskini við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Hóast tað ikki er ein váði fyri peningastovnarnir, at summi húskir hava høgt skuldarlutfall, kann tað tó verða av stórum týdningi fyri einstaka húskið, um mánaðarligu lániútreiðslurnar brádliga gerast ov stórar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

24 Leygardagur 19. desember 2020

Lív brúkar nú Samleikan

Kundar hjá Lív kunnu nú brúka Samleikan og rita inn á Mítt LÍV á heimasíðuni hjá eftirlønarveitaranum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

LÍV er fyrsti tænastuveitari, sum fær Talgilda Samleikan uttan fyrst at hava MínLykil. Kundar hjá LÍV kunnu nú brúka sín Talgilda Samleika og rita inn á Mítt LÍV, umvegis nýggju heimasíðuna hjá LÍV.

LÍV er størsti eftirlønarveitari á føroyska marknaðinum og hevur fleiri enn 26.000 tryggingar. LÍV umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og skal tryggja lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. LÍV vil veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Viðskiftafólkini hjá LÍV kunnu nú brúka somu talgildu atgongd, sum tey brúka í øðrum sambandi. Við Samleikanum verður ritað inn trygt og einfalt, samstundis sum Samleikin tryggjar, at tað bert er rætti viðkomandi, sum fær atgongd til upplýsingarnar.

Samleikin hevur stóran týdning fyri virksemi hjá LÍV, og hevur LÍV stuðlað verkætlanini hjá Talgildu Føroyar frá byrjan.

“LÍV hevur verið ein aktivur viðleikari í tilgongdini hjá Talgildu Føroyum, og gleðast vit um, at vit eru fyrsti tænastuveitari, sum kann bjóða kundum okkara hendan møguleika” sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

LÍV hevur eisini fyrireikað seg á aðrar mátar at gerast meira talgild. Ein partur av fyrireikingini til hesa tilgongd hevur verið, at LÍV hevur gjørt nýggja heimasíðu, og skjótt verður nýggj KT skipan og nýggjur kundaportalur tikin í nýtslu, sum ger tað smidligari at veita kundunum eina góða tænastu.

Omanfyri 7.000 føroyingar brúka longu Samleikan.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

25 Leygardagur 19. desember 2020

Jólahjálp til 554 børn

Jólahjálpin frá Barnabata varð borin út í vikuni

(Mynd: Barnabati)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Barnabati letur jólahjálp til 554 børn í ár. Játtaðu umsóknirnar fevna samanlagt um 933 persónar í Føroyum.

Stuðlað verður við upphæddum frá 2.500 til 5.500 krónum fyri hvørja umsókn, alt eftir familjusamanseting.

Jólahjálpin varð borðin út við Posta kring alt landið týsdagin 15. desember.

Barnabati hevur í ár millum annað savnað pening inn við stuðulskonsert í Kringvarpi Føroya, har hálv millión varð latin felagsskapinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

26
Leygardagur 19. desember 2020

Manglandi tilsøgn orsøk til at Rankin ikki varð seldur

Trolarin Rankin hevur ligið seinastu tvey árini, tí rakstur og grundarlag er ikki fyri fiskiskapinum

(Savnsmynd: Skipalistin)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Reiðaríið Varðin fekk ikki skrivliga tilsøgn um, at rættindini kundu varðveitast, og tí varð Rankin ikki seldur. Rankin er bygdur á Skála skiðasmiðju í 1981.

- Rankin liggur nú í Gøtu, og skipið hevur ligið seinastu tvey árini, av tí at rakstur og grundarlag ikki eru fyri skipinum, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum.

Rankin er í klassa, og skipið er í fínum standi, men tað er ringt at fáa fólk, av tí at fiskiskapurin er so vánaligur.

- Vit høvdu eitt boð uppá skipið, og ætlanir vóru at selja, tí boðið var so mikið gott, men vit fingu onga skrivliga tilsøgn um, at vit kundu varðveita rættindini, men bara munnliga, og tað er als ikki nóg gott, tá ið talan er um slík rættindir til eitt skip, sigur Dávid Jacobsen, sum er harmur um, at skipið tí ikki bleiv selt.

- Tað var eitt felag í Russlandi, sum bjóðaði uppá Rankan, og vit høvdu selt, um vit fingu eina skrivliga tilsøgn um at rættindini fylgdu felagnum, men tað hendi ikki hóast vit fingu at vita, at vit bara skuldu selja, tí rættindi fóru vit at varðveita.

- Vit eru ikki teir einastu, sum hava verið úti fyri hesum, sigur Dávid Jacobsen, sum vísir á, at nakrir trolarar liggja svínabundnir við bryggju ymsastanðis kring landið júst av somu orsøk.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

27 Leygardagur 19. desember 2020

Förka tikið ímóti fyrsta tanga av skarni frá Strond

Burturkastið frá smoltstøðini á Strond fer at geva 1.120 MWt av el-orku um árið, svarandi til árligu nýtsluna hjá 225 húskjum, og umleið tað sama í hitaorku, svarandi til árligu nýtsluna hjá 47 húskjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 11. desember varð fylt upp í fyrsta tangan av skarni frá smoltstøðini norðuri á Strond. Skarnið varð fylt upp í serútgjørda tangabilin hjá Förka og síðani flutt suður á Skarðshjalla, har tað verður nýtt til framleiðslu av grønari orku.

- Hetta er eitt stórt framstig fyri Bakkafrost, og eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta alt tilfar frá laksinum. Eg haldi, at hetta er ein framíhjárættur at vera við sum teir fyrstu í Føroyum at gagnnýta skarnið til framleiðslu av grønari orku, sigur Rógvi Jacobsen, leiðari á smoltstøðini á Strond.

Seinastu tíðina hava starvsfólk á Förka arbeitt miðvíst við at klárgera ymiska útgerð til tess at tryggja eina skynsama handfaring av skarninum. Millum annað er ein sóttreinsingarskipan gjørd, sum skal tryggja, at bilurin kann nýtast til at spjaða sonevnd biotøð.

- Förka hevur ein tangabil, sum er serútgjørdur til at flyta skarnið frá Strond til Förka. Á Förka er ein sóttreinsingarskipan gjørd til at sóttreinsa tangabilin. Hetta fyri at tryggja, at ongar laksasjúkur verða spjaddar, tá tangabilurin eftirfylgjandi fer út við biotøðum til bøndurnar. Tá grøn orka er vunnin úr slamminum, verður restproduktið til biotøð, ið inniheldur virðismikil føðsluevni, sum verða nýtt til taðing á bønum úti um landið. Fyri landbúnaðin merkir tað, at tørvurin á handilstøðum verður minni, sum annars eru sera orkutung at framleiða, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari á Förka.

Fróði Mortensen væntar, at umleið 10.000 rúmmetrar av slammi verða koyrdir frá smoltstøðini á Strond til Förka um árið. Hetta fer at geva eina framleiðslu á 1.120 MWt av el-orku um árið, og umleið tað sama í hitaorku. Hetta svarar til árligu el-nýtsluna hjá 225 húskjum og hita svarandi til árligu nýtsluna hjá 47 húskjum.

Umframt at taka ímóti skarni og slógvi frá alivirkseminum hjá Bakkafrost, tekur Förka ímóti mykju frá bóndum um alt landið.

Í november framleiddi Förka 212 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 510 húskjum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

28
Leygardagur 19. desember 2020

Enniberg komin heim at halda jól

Eftir góðar tveir mánaðir í Barentshavinum kom Enniberg í týsdagin á Havnina

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var frøi á fólki, sum stóðu á Vestaru bryggju um middagsleitið týsdagin og tóku ímóti, tá flakatrolarin Enniberg kom heim við teirra kæru.

Enniberg hevur fiskað í Barentshavinum, og hevur 500 tons av flaki við til lands. Túrurin byrjaði fyrst í oktober.

Kvotan hjá Ennibergi fyri 2020 er nú fiskað.

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Mortan Johannesen, reiðari

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

29
Leygardagur 19. desember 2020

Hevur fingið navnið Tasiilaq

Christian í Grótinum er nú strikaður úr føroyska flotanum

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Verksmiðjuskipið Christian í Grótinum, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinastu sjey árini, er selt.

Tað er eitt felag í Grønlandi, sum hevur keypt skipið fyri knappar 124 milliónir krónur, og skipið er handað nýggju eigarunum.

Skipið hevur fingið navnið Tasiilaq, og tað skal avloysa eitt eldri skip við sama navnið, sum varð selt  fyrr í ár.

Gamli Tasiilaq var ikki óvanligur at síggja í Føroyum, so spurningurin er um vit ikki fáa nýggja Tasiilaq at síggja rættuliga ofta millum oyggjarnar, hóast skipið er selt til Grønlands. 

Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt uppsjóvarskip í Skagen, sum skal handast felaganum í januar 2022, men sum skilst, so fer felagið nú undir at leita eftir einari alternativari loysn inntil nýggja skipið kemur í flotan, soleiðis at kvoturnar hjá Christian í Grótinum kunnu fiskast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

30 Leygardagur 19. desember 2020

Sangfilmur vann filmskappingina hjá Námi

20y á Glasir stuttfilmskappingina hjá Námi við filminum "Havið er eitt mysterium"

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum.

Aftan á filmsýningina síðsta fríggjakvøld savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium", sum er kjarnin í filminum.

Eitt perfect match
Árni Øregaard, formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.

[object Object]

- Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein kjarna í ocean literacy. At fata og skilja havið á ein støðugt nýggjan hátt, sum vit eisini seta okkum fyri at fortelja øðrum um, segði Árni, sum er marmiðlasmiður í Námi.

Vinnarafilmurin lýkur allar treytir
Hugskotini vóru nógv á filmskvøldinum, og dómsnevndin fekk torføru uppgávuna at sortera og velja burturúr. Men veljast skuldi og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fekk úrskurðin hjá samdu dómsnevndini, sum staðfesti vinnaran soleiðis:

"Vinnarfilmurin lýkur allar treytir, ið eru settar til kappingina, har úrvalda evnið er heimsmál nummar 14, sum er lívið í havinum og hugtakið “Ocean Literacy”.
Umframt hetta formalistiska krav, er dómsnevndin eisini av teirri fatan, at filmurin ikki bara er alment upplýsandi, men eisini er inspirerandi og lyftir filmaðu framsetingina upp í nýggjar hæddir, so vit kunnu syngja afturvið. Vinnandi filmurin er ein hybrid filmur, sum eisini rúmar sangleikahevdini.

Umframt at fáa okkum at undrast um havið, fær hann okkum at syngja um havið.
Fyri hetta inspirerandi avrik heldur dómsnevndin, at vinnandi filmurin í stuttfilmskappingini hjá Námi eigur at vera “Havið er eitt mysterium” hjá 20y á Glasi".

Eftir at hava lisið grundgevingina frá dómsnevndini, handaði Eyðun umboðum fyri flokkin, sum høvdu gjørt vinnandi filmin, heiðursbræv, ið prógvar, at tey hava vunnið 30.000 krónur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

31 Leygardagur 19. desember 2020

Ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines

Tordis K. á Rógvi Simonsen er nýggjur menningarleiðari fyri Visit Vágar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vár avgjørdi Visit Vágar saman við kommununum í Vágum at gera eina felags ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verkætlanin varð stuðlað av kommunum og Visit Faroe Islands.

Í vikuni varð hendan ætlan borin í hvørt húsarhald í Vága og Sørvágs kommunum.

Ferðavinnu- og menningarætlanin sæst her 

Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum livast kann av og livast kann við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan og íbúgvar.

Fyri at tryggja, at ætlanin umboðar ynskini í økinum, tekur ætlanin útgangsstøði í borgaranum. Fundir hava verið í øllum bygdum við borgarar eins og umboð fyri hagarnar. Í hesum sambandi varð eisini ein fylgibólkur gjørdur við einum umboði fyri hvørja bygd og einum umboði fyri hagarnar.

Oda W. Andreasen var verkætlanarleiðari fyri verkætlanina “Ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines”.

[object Object]Tordis K. á Rógvi Simonsen

Í tøttum samstarvi við báðar kommunurnar fer nýggi menningarleiðarin hjá Visit Vágum, Tordis K. á Rógvi Simonsen, at standa á odda fyri menningararbeiðinum, ið stendur fyri framman.

Tordis hevur kandidat í altjóða ferðavinnu og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnumenning og ferðavinnu annars, m.a. sum menningarráðgevi hjá Región Sjælland, kunningarleiðari hjá Visit Sandoy og sum vinnuferðavinnufólk hjá GreenGate Incoming.

Tordis byrjaði í starvinum sum menningarleiðari 1. desember.

Broytingar hjá Visit Vágum
Visit Vágar fer nú frá at vera ein kunningarstova til at verða ein menningarstova.

Økti ferðavinnustreymurin til Føroyar, og ikki minst til Vágar og Mykines, eins og broytti tørvurin hjá teimum ferðandi hevur við sær, at Visit Vágar fer at arbeiða sum ein DMO (Destination Management Organisation).

Hetta merkir m.a., at uppgávurnar hjá Visit Vágum í høvuðsheitum fara at broytast frá TIC uppgávum (TIC stendir fyri Tourist Information Centre) til fyrst og fremst at umfata DMO uppgávur. Harafturat er raksturin av Visit Vágum lagdur undir báðar kommunurnar, sum í nógv ár longu hava samstarvað um fígging av Visit Vágum, so til ber at fáa umráðandi arbeiðið at menna ferðavinnuna burðardygt í eina trygga legu.

Visit Vágar fer framhaldandi at kunna um upplivingar og tiltøk í økinum, men fer fyrst og fremst at arbeiða við menning av burðardyggari ferðavinnu, at skipa ferðavinnuna, so hon er til at liva við og av, at hjálpa veitarum í økinum við at menna góðar upplivingar og ferðavinnutilboð og at skipa fyri, at øll neyðug kunning er til staðar á heimasíðu, skeltum og/ella kunningarskermum í økinum.

Harafturat fer Visit Vágar at arbeiða fyri at marknaðarføra báðar kommunurnar sum eitt ferðamál, tí ferðafólkið hugsar ikki í kommunumørkum, og tí gagnar tað mest at arbeiða við bæði marknaðarføring og menning í ferðamálum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

32 Leygardagur 19. desember 2020

Samtyktu at geva Koks loyvi at byggja

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at broyta byggisamtyktina við Fossdalsgjógv við Velbastað

Fossdalur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti hóskvøldið at broyta byggisamtyktina við Fossdalsgjógv við Velbastað, so Koks kann byggja eina nýggja matstovu har.

Níggju atkvøddu fyri, meðan fýra atkvøður vóru blankar.

Verkætlanin hjá samtakinum Gist og Vist, sum eigur Koks, er serstøk. Talan er um tveir býlingar, sum skulu byggjast. Annar býlingurin, hin heimari, er sjálvt matstovuvirksemi, meðan hin norðari býlingurin verður ein bóndagarður við djórahaldi, ið verður knýtt at matstovuni KOKS. Harafturat skulu smáttur byggjast í lendinum umframt aðrar serligar upplivingar fyri gestirnar, so sum ein bátabrúgv við møguleika fyri sjódypp niðri við sjóvarmálan, hitapottar í helluni møguleika at baða í sjálvari Fossdalsá.

[object Object](Skíggjamynd: Dagur og vika)

Umsitingin og byggi og býarskipanarnevndin hjá býraðnum mæltu til at broyta byggisamtyktina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

33 Leygardagur 19. desember 2020

Ítróttarhøllin við Streymin handað Sunda kommunu

Høllin, sum er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin er fyrsta ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu – Hon verður klár at taka í nýtslu eftir ársskiftið

Mynd: Sunda kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku varð ítróttahøllin við Streymin handað Sunda kommunu.

Smávegis snøklar vóru eftir at gera, og síðani er høllin klár at taka í nýtslu eftir árskiftið.

Talan er um fyrstu ítróttahøll nakrantíð í Sunda kommunu. Høllin er bygd føst í nýggja Skúlan við Streymin, og er ein av flottastu hallum í landinum. Hon lýkur øll mát tá talan er um hondbólt og flogbólt, skrivar kommunan.

Pláss er fyri 350 sitandi áskoðarum; umframt tað kann hon rúma størri tiltøkum. Høllin hevur góð ljóðviðurskifti og egnar seg sostatt væl til framførslur av ymsum slag.

– Vónandi verða borgarar og ítróttafeløg glað fyri nýggju ítróttahøllina við Streymin og fara at brúka hana dúgliga. Hetta má sigast at vera ein sera góð jólagáva, skrivar kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

34 Leygardagur 19. desember 2020

Ov langt at fara eftir russiskum sjómanni

MRCC Tórshavn fekk hóskvøldið boð um at ein maður á skipi 250 fjórðingar úr Føroyum var sjúkur, helst við korona. Maðurin doyði áðrenn tyrlan á Hebridunum kundi fara eftir honum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

MRCC Tórshavn fekk hóskvøldið boð um, at ein maður umborð á einum russiskum skipi, 250 fjórðingar úr Føroyum, var blivin sjúkur.

Skipið var nærri Hebridunum enn Føroyum, og var ov langt hjá føroysku tyrluni at fara.

Samband varð tí tikið við Coast Guard í Stornoway, og kannað um teir kundu taka sjúklingin í land. Tað kundi teir og játtaðu at fara.

Men sjúklingurin versnaði, og áðrenn tyrlan frá Stornoway kundi koma, andaðist sjúklingurin.

Skipið heldur nú leiðina fram móti Noreg, sigur MRCC.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

35 Leygardagur 19. desember 2020

Fuglafjørður: Kommunan flutt inn í bankabygning

Umsitingin fer nú at húsast í tveimum bygningum á niðjara vegi í Fuglafirði

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umsitingin hjá Fuglafjarðar kommunu er flutt. Bústaðurin hjá kommununi er ikki longur Ennivegur 38, men Í Støð 5, eisini kent sum gamli bankabygningurin hjá Eik Banka miðskeiðis í bygdini.

Eftir at hava verið stongd í nakrar dagar, lat kommunuskrivstovan í vikuni upp í nýggju hølunum, sum hava verið brúkt til ymiskt mentanartiltøk, síðan givist varð við bankavirksemi í bygninginum.

Bankabygningurin klárar tó ikki at hýsa allari kommunalari umsitingini í Fuglafirði. Ein partur av umsitingini fær nú bústað á bústaðnum Karvatoftir 4, sum er handilsbygningurin hjá Haraldsen.

Býráðssalur verður tó í Støð 5, og tann salurin varð tikin í brúk á seinasta fundi hjá núsitandi býráðnum hósdagin. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

36 Leygardagur 19. desember 2020

Guðrið Poulsen skal gera minnismerki í Fuglafirði

Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong skal standa í Miðstaðarlundini

Guðrið Poulsen, listakvinna, t.h., her avmyndað í Miðstaðarlundini saman við stigtakarunum Anna Mette Greve Klemensen og Poulinu Abrahamsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður Guðrið Poulsen, sum skal gera minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

Hugskotið til minnismerkið spratt á allahalgannadegi í 2018, og síðani fóru fyrireikingarnar í gongd og tíðliga í vár varð uppgávan boðin út. Stigtakarar eru Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir, og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.

Nú kunnu fyrireikararnir saman við umboðum fyri Listafólkasamband Føroya og Fuglafjarðar kommunu avdúka, at tað verður leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum nú fer at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið at geva ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:

”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.”

Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarliga vælvild við góðum triðingi av teimum 700.000 krónunum, sum standmyndin fer at kosta. Eisini hevur kommunan peikað á eitt øki í Miðstaðarlundini til endamálið.

Miðstaðarlundin hýsir frammanundan felagsítriv, so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er júst, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.

Tað ber til at stuðla minnismerkjunum við at flyta pengar á kontu í Norðoya Sparikassa.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

37 Leygardagur 19. desember 2020

Fara undir stóra torgið við Tórsvøll næsta ár

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið at fara undir seinasta verkætlanarstigið fyri Tórsvøll

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasta verkætlanarstigið í Tórsvallarætlanini, sum eisini er partur av kravdum umstøðum til altjóða stadion, er torgið uttanfyri sjálvt stadion. Talan er um alt økið frammanfyri FSF-høvuðssætið og Niðara vølli frá økinum millum Dansifrøi og Gundadalshøllina og framvið Gundadalsvegnum til og við Bridgehúsið.

Torgið fevnir um røð av funktionalitetum, sum hava við altjóða dystarstøðu at gera. Torgið skal harumframt liva upp til býarskipanarlig krøv samsvarandi heildarætlanini fyri Gundadal, har hetta økið er høvuðsportalur til Gundadal frá miðbýnum.

Yvirskipað er torgið skipað sum eitt uppihaldstorg við spæliplássi til allar aldursbólkar umframt parkering, vegir og gøtur. Tá landsdystir eru, verður torgið umskipað, so tað kann møta øllum krøvum, sum UEFA setur til kategori 4 stadion.

Barakkirnar framvið Gundadalsvegnum, sum eru fýra samanbygdar bygningar, skulu takast niður. Kommunan eigur tveir av bygningunum - gamla B36-húsið -, hinir standa á leigaðum lendi hjá kommununi. Tilgongd at yvirtaka báðar bygningarnar, sum ávikavist FC Hoyvík og Brigdefeløgini eiga, er í gongd.

Harumframt verður Gundadalshøllin eftir ætlan yvirtikin, har kommunan eftir hetta hevur fult ræðið á økinum millum Gundadalshøllina og Dansifrøi, sum ætlað er til P-øki.

Arbeiðið verður eftir ætlan gjørt í stigum, sohvørt økið verður tøkt. Fyrsta stig er at byggja saman stadion og torg við uppihaldstrappu og farleið frá Gundadalsvegnum til stadion. Trappan er eisini liður í at javna hæddarmun.

Ætlanin er at skipa verkætlanina sum samstarv millum kommununa og FSF eftir sama leisti sum undanfarnu byggistig. Uppskot til samstarvsavtalu er gjørt. Sambært uppskotinum hevur samlaða verkætlanin eitt útreiðslukarm uppá kr. 30 mió, og kommunan rindar 65% og FSF 35%. Arbeiðið er sett at byrja í 2021 og enda í 2023.

Í samstarvsavtaluni er eisini ásett, at niðurtøka av barakkunum er partur av verkætlanarkostnaðinum, men at kommunan serskilt ber kostnaðin at yvirtaka ognirnar hjá ávikavist FC Hoyvík og Bridgefeløgunum. Í íløguætlanini eru kr. 5 mió settar av til endamálið 2021. Íløgujáttan fyri alla byggingina verður at játta árini 2022 og 2023.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók undir við mentamálanevndini í at leggja málið fyri býráðið, sum samtykti málið hóskvøldið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2020

38 Leygardagur 19. desember 2020

Strandargøta úr betongelementum

Royndargøta verður løgd úti við Strond í Havn

(Mynd: jkp.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera eina gøtu framvið strondini frá Skansanum og niðan til Boðanesgjógv.

Í hesum sambandi hevur byggifyritøkan J&K Petersen gjørt eitt royndarøki við fýra betongelementum, sum tilsamans er umeið 20 metrar langt.

Gøtupettið liggur við kampingøkið yviri við Strond. Royndarøkið verður staðsett soleiðis, at hetta er umboðandi fyri teinin, og skal testast ella ‘stressast’ hendan veturin, skrivar J&K á heimasíðu síni.

Arbeiðið at gera royndarøkið skal verða liðugt í hesum árinum, og 22. december er settur sum avleveringstíðspunkt.

Ynski hevur leingi verið at fáa gjørt eina gonguøtu framvið fjørðuni her, men avbjóðingin er, at stundum kann vera nógv brim og uppgangur á hesum strekki, og tí hevur verið mett, at vanligar gongugøtur, sum vit annars kenna kring um í Tórshavnar kommunu, ikki fóru at halda ein vanligan vetur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

39 Leygardagur 19. desember 2020

LGBT fer nú at húsast í Tórsgøtu

Felagsskapurin hevur fingið innivist frá Tórshavnar kommunu. Leigusáttmálin varð undirskrivaður hósdagin

Annika Olsen, borgarstjóri, og Sonja Jógvansdóttir, LGBT Føroyar
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leigusáttmáli varð hósdagin undirskrivaður millum LGBT Føroyar og Tórshavnar kommunu, nú hølini á 3. hædd í Tórsgøtu 16 eru leigað út til virksemið hjá felagsskapinum.

Tórsgøta er mentanargøta, og her fara tey at menna virksemi felagsins.

- Vit síggja fyri okkum eitt livandi og litríkt stað, sum fer at seta sín dám á býarmyndina og lívið í miðbýnum, siga tey úr LGBT Føroyar.

[object Object]Tað er í hesum bygninginum í Tórsgøtu, at LGBT fer at húsast (Mynd: Google Maps)

LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at betra um sálarheilsuna og trivnaðin hjá limunum. Hølini verða millum annað brúkt til hesa verkætlanina.

Hølini eru 76 fermetrar til støddar.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

40 Leygardagur 19. desember 2020

Potiliðið er ársins átak 2020 hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Liðið gjørdi eina testskipan og skipaði fyri, at starvsfólk javnan og eftir neyvt ásettum leisti vórðu kannað fyri korona, tá ið samfelagið lat uppaftur

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Átakið skal gangn borgarum og skal á einhvønn hátt kunna metast sum serligt, bæði í mun til dygd og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Ársins Átak er átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum serligt, bæði í mun til dygd og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini. Inn komu tíggju uppskot. Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra Potiliðið fyri at gera eina testskipan, og at skipa fyri at starvsfólk javnan og eftir neyvt ásettum leisti vórðu kannað fyri korona, tá ið samfelagið lat uppaftur.

Testskipanin var ein týdningarmikil liður í smittyfyribyrgingini. Kanningar vórðu gjørdar annanhvønn dag, og onkran dagin vórðu fleiri enn 400 kanningar gjørdar. Testskipanin hevur virkað frá fyrst í juli.

Potiliðið telur 16 starvsfólk, sum øll hava tikið uppgávuna á seg aftrat vanliga starvinum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Potingin hevur havt stóran týdning fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna. Fyri starvsfólkini góvu kanningarnar størri tryggleika og møguleika fyri at liva ein meira vanligan gerandisdag, bæði til arbeiðis og heima, hóast koronustøðuna. Fyri búfólk og heimabúgvandi borgarar var ágóðin, at tænastur og tilboð aftur kundu veitast nærum ótarnað.

Fyri kommununa fekk potiliðið eisini stóran týdning, tá samfelagið lat uppaftur. Heitt varð tá á potiliðið um at kanna øll starvsfólk á dagstovnaøkinum, barnatannrøktini, barnaverndartæanstuni, sløkkiliðinum og á øðrum stovnum við. Ja, potiliðið kannaði eisini øll hjálparfólkini í sambandi við kommunuvalið.

Potiliðið hevur havt stóran týdning fyri, at tað higartil hevur gingið so væl at fyribyrgja smittu, og tí er potiliðið ársins átak 2020. Samstundis er hetta viðurkenning til starvsfólkini í Heilsu- og umsorganartænastuni, sum øll hava gjørt sítt til at skapa tryggar umstøður fyri eldru borgararnar í Tórshavnar kommunu.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

41 Leygardagur 19. desember 2020

Hundatrøð letur upp við Óðinshædd

Hóast arbeiðið at gera gøtur ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin letur upp fyri almenninginum longu nú, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið lat upp ein nýggj hundatrøð fyri hundar og hundaeigarar við Óðinshædd í Havn.

Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki.

– At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum.

– Nú hundatrøðin letur upp, er laga manni at brúka trøðna, sum er løgd av til júst hundar. Á trøðni kunnu fólk og hundar teirra ganga túr og fáa fríska luft, skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object]

Økið er stikað inni, og urtagarðsfelagið Hjálpirót er farið undir at gera gøtur á trøðni, men hóast tað arbeiðið ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin longu er latin upp fyri almenninginum.

Leiðreglur um økið verða festar upp á skelti. Góðir parkeringsmøguleikar eru í nærumhvørvinum, og beinkir verða settir upp inni á økinum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020

42 Leygardagur 19. desember 2020

Sjey fyritøkur í Klaksvík fingið útlutað vinnuøki á Borðoyarvík

Talan er um EL-IN, Maltek, KBI, Norðhús, Askham bussar, Kjølur og LookNorth. J & K Petersen stendur fyri at gera økið, ið er 21.585 fermetrar til víddar, til reiðar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sáttmálar vórðu hósdagin undirskrivaðir við seks fyritøkur, um keyp av vinnuøki undir Hamri á Borðoyarvík. Fyritøkurnar, sum avtalur eru gjørdar, eru EL-IN, Maltek, KBI, Norðhús, Askham bussar og Kjølur. Afturat hesum fyritøkum hevur LookNorth eisini oganð sær eitt vinnuøki. Sostatt er týðandi fet tikið at útvega fleiri vinnuøkir í kommununi.

Tað er J & K Petersen, sum stendur fyri verkætlanini at grava út, planera og klárgera kringøkið, sum samlað verður 21.585 fermetrar til víddar. Í fyrsta umfari varð avtalað gjørd um 15.000 fermetrar, men eftirspurningurin eftir vinnuøkjum hevur verið vaksandi, og tí varð verkætlanin longd við 100 metrum, svarandi til 6.585 fermetrar.

Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa, at vinnulívið fær góðar fortreytir at arbeiða undir, so at trivnaður og vøkstur framhaldandi kann røkkast. Tí er hetta økið við Borðoyarvík ein týðandi íløga í menningina av vinnulívinum í norðurøkinum.

Umframt tey sjey vinnuøkini verður eisini pláss til grótbrotið og annað virksemi hjá kommununi, soleiðis at kommunan og borgarar koma at hava góða atgongd til grót o.l. tilfar til framtíðar verkætlanir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

43 Leygardagur 19. desember 2020

Mathilda Jacobsen 100 ár

Dagurin varð hildin á Tjarnargarði. Mathilda bakaði sjálv vaniljukransar, og hon stóð og tók ímóti, tá ið gestirnir komu.

Mathilda Jacobsen saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, til føðingardagin (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

14. desember 1920 varð Mathilda Jacobsen borin í heim. Týsdagin 14. desember fylti Mathilda 100 ár, og hon helt serstaka føðingardagin á Tjarnargarði, har hon hevur búð seinasta árið.

Tórshavnar kommuna skrivar, at Mathilda stóð sjálv og tók ímóti, tá ið gestirnir komu. Fyrr um dagin var hon heima á Peturstrøð og bakaði vaniljukransar til føðingardagin. Tá ið eingir stólar vóru eftir at seta seg á til føðingardagurin, segði Mathilda, at tað bilti einki, tí hon kundi bara standa. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

44 Leygardagur 19. desember 2020

Dupult fløga við Miðnáttarsangbólkinum

Bólkurin, sum var væl dámdur í sjeytiárunum, verður við á serligum tunnilstiltaki á Toftum í dag

Hesi myndaðu Miðnáttarsanghbólkin í sjeytiárunum: Ovast fv.: Jóannes S. Hansen, Leivur á Torkilsheyggi og Ólavur Tausen. Miðrað fv.: Anna á Torkilsheyggi, Karin Lamhauge, Elin á Torkilsheyggi, Charles Jacobsen, sáli, og Eydna Torkilshoy. Niðast fv.: Hallgrím Miðberg, Sæunn Hansen, Annika Gunrim og Símun Pætur á, Torkilsheyggi
SkrivaÐ:

Innsent

Nú undan jólum er dupultfløga komin í handlarnar við gomlum kendum sangum og tónleiki. Talan er um tann, frá sjeytiárunum, legendariska og væl kenda og populera sangbólkin í Eysturoynni – Miðnáttarsangbólkurin.

Tað var í 1973, at Miðnáttarsangbólkurinhoyrdist á fyrsta sinni á almennum støði. Hetta var í samband við miðnáttarsamkomurnar, sum hvørt vikuskifti vóru í Berøa í Saltangará, har ungdómur úr allari oynni savnaðist at hoyra Guds orð og lívsglaðan sang saman við einum góðum drekkamunni.

Tað var ikki bert møtiungdómur, ið møtti upp til hesar miðnáttarsamkomur, men ungdómurin, sum kom úr dansi- og discohølunum í oynni vitjaði dúgliga - og teimum dámdu væl eisini at hoyra andaliga sangin.

Tað var undir hesum umstøðum, at Miðnáttarsangbólkurin fekk luft undir veingirnar og gjørdist kendur fyrst í Eysturoynni, men tað var skjótt, at boð vóru eftir honum um alt landi, og sjeytiárini var tíggjuáraskeiðið, har Miðnáttarsangbólkurinfylti nógv í tónleikalandslagnum í Føroyum.

Fyri mongum árum síðani, ávíkavist 1973 og 1977, komu tvey kassettubond í handlarnar við bólkinum. Men tey seinastu árini hava vit ikki hoyrt og sæð nógv til sangbólkin, og mong ár eru eisini liðin síðani seinastu tónleikaútgávuna – men nú reisist í gamla tónleikasavninum!

Tað er felagið Tónar v/ Jóhan Magnus Gunrim, sum hevur tikið stig til at savna gomlu upptøkurnar við Miðnáttarsangbólkinum. Hann hevur fingið gott fólk afturat sær, sum bæði hevur hegnið og nýggjastu útgerðina til at klæða gamlan tónleik í nýggjar búnar.

Country and Western
Dupultfløgan inniheldur ikki færri enn 32 innspælingar, har flestu eru country and western sangir, sum eru týddir m.a. av Flóvini Tyril, Hallgrím Miðberg og Jóannes S. Hansen. Fløgan kemur í dag.

Í fløguhúsanum er ein kápumynd av upprunabólkinum, og eisini er eitt heftið við nógvum forvitnisligum søguligum myndum og teksti, sum sigur frá søguni hjá Miðnáttarsangbólkinum. Tað er Flóvin Tyril, sum hevur skrivað tekstin. Jóannes S. Hansen hevur tikið myndirnar, og Pól Andrias Larsen hevur sniðgivið fløguhúsan.

Tað er lív í Miðnáttarsangbólkinum enn, tí leygardagin frá kl.14 til 20, verður drive-in tunnilstiltak á havnaøkinum á Toftum, har m.o. Miðnáttarsangbólkurin fer at syngja.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

45 Leygardagur 19. desember 2020

Kongaligur stuðul til Føroya Symfoniorkestur

Nú verður farið undir at spæla tjóðsangin inn av nýggjum

Føroya Symfoniorkestur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið kongaligan stuðul frá grunninum hjá Hansara Kongaliga Hátign Henrik prinsi, sála.

Nevndin í “H.K.H. Prins Henriks Fond" hevur júst avgjørt at lata 65.000 krónur til Føroya Symfoniorkestur, og peningurin skal brúkast til nýggja innspæling av føroyska tjóðsanginum.

Hugskotið at innspæla tjóðsangin við okkara egna symfoniorkestri er gamalt. Men við stuðlinum frá "H.K.H. Prins Henriks Fond" er ætlanin komin so mikið langt, at væntandi verður tjóðsangurin innspældur í samband við nýggjárskonsertina í 2022. Orkestrið fer tá at innspæla eina instrumentala útgávu og eina útgávu við kóri.

Uttanríkis- og mentamálaráðið játtaði í vár symfoniorkestrinum 50.000 krónur til innspælingina, og nú hevur danska kongshúsið eisini valt at stuðla verkætlanini.

Kostnaður fyri slíka innspæling er 350.000 krónur.

- Vit eru sera takksom fyri og eyðmjúk yvir, at stovnar og grunnar í Føroyum og Danmark, virðismeta og stuðla arbeiðinum hjá symfoniorkestrinum. Vit høvdu neyvan fingið dygga stuðulin uttan tónleikarar og kórsangarar, ið leggja nógv fyri at góðskan á tónleikinum altíð er so høg sum gjørligt, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í orkestrinum.

Kongehuset.dk skrivar, at grunnurin hjá Hendriki prinsi lat seks slíkar gávur á 65.000 krónur, og so verður lagt afturat, at við hesum gávum verður grunnurin nú niðurlagdur.

Hendrikur prinsur, maður Margretu drotning, varð føddur Talence í Fraklandi 11. juni 1934. Varð doyptur Henri Marie Jean André de Laborde de Monpezat. Hann giftist Margretu krúnprinsessu av Danmark 10. juni 1967. Hendrikur prinsur doyði 13. februar 2018. 

[object Object]Hendrik prinsur, sáli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2020

46 Leygardagur 19. desember 2020

Erla Olsen fekk medalju frá drotningini

Urguleikarin í Vestmanna kirkju seinastu 41 árini, Erla Olsen, varð sunnudagin heiðrað við fortjenstmedalju frá drotningini

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru 41 ár síðani, at Erla Olsen tók við tænastuni sum urguleikari í Vestmanna kirkju. Hesi 41 árini hevur hon eisini tikið sær av Kirkjukórinum, sum hevur havt konsertir í Vestmanna, men eisini aðrastaðni kring landið og uttanlands.

Hon var á hátíðargudstænastuni í sambandi við at Vestmanna kirkja er 125 ár, heiðrað við medalju frá drotningini, sonevndari fortjenstmedalju.

- Hennara hátign letur tær hesa viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu. Kirkjuliðið sigur á henda hátt takk. At kirkjuráðið ger eina innstilling til drotningina við áheitan um viðurkenning, er tøkk á einum serliga høgum støði, segði Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum handaði Erlu Olsen medaljuna.

- Tað ger nakað serligt við okkum, tá urgan brýtur tøgnina av djúpari, deyðastillari tøgn, hvar eingin veit hvat man skal gera við seg sjálvan. At tangentarnir liva, og vit hoyra ljóðið. Tað er svalandi fyri okkara sorg og kenslur, segði biskupur.

Maria Summers við Skipá, prestur í Vestmanna, handaði Erlu Olsen blómur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

47 Leygardagur 19. desember 2020

BankNordik letur øllum skúlabørnum bókagávu

BankNordik ynskir at stuðla góða endamálinum við átakinum Føroyar lesa, sum varð skotið í gongd í heyst. Í hesum sambandi hevur bankin gjørt av at lata øllum skúlabørnum í landinum eina bókagávu til jóla, við tí endamáli at fáa børn og ung í Føroyum at lesa meira

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bøkurnar fara í hesum døgum út á allar skúlar kring landið, har allir næmingar úr forskúla til 10. flokk fáa eina bók, sum hóskar til aldursbólkin.

– Átakið Føroyar lesa samsvarar væl við virðisgrundarlagið hjá BankNordik, ið millum annað leggur dent á læring. Tí gleðast vit um at vera við til at skapa karmar fyri góðum lesivanum hjá børnum og ungum í Føroyum, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Føroyar lesa eru sera fegin um gávuna, tí hetta er nakað, sum ger mun. Ein niðurstøða í lesivanakanningini frá 2017/18 var nevniliga, at tað hevur sera stóra ávirkan á lesitíttleikan hjá børnum og ungum, um bøkur eru tøkar hjá teimum at lesa ella ikki. Kanningin vísti, at tey, ið eiga nógvar bøkur við hús, hava lyndi til at lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Við hesi bókagávuni frá BankNordik fáa øll børn og ung betri fortreytir at lesa meira á jólum.

Bókagávan er eisini ein gyltur møguleiki at stimbra lesingina í skúlanum, tí allir næmingar í hvørjari skúlastovu í landinum fara at eiga eitt eintak av somu bók. Hetta gevur hvørjum flokki møguleika at kava niður í bøkurnar saman í desember og at seta hol á lesingina, soleiðis at næmingarnir sjálvir kunnu halda fram at lesa í jólafrítíðini.

BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børn og ung á jólum.

Føroyar lesa er eitt alment átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Les meiri á føroyarlesa.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

48 Leygardagur 19. desember 2020

Lagnan hjá Sullom Voe avgjørd í næstum

BP fer nú at taka endaliga støðu til, um oljan frá Clair leiðini  á Atlantsmótinum framhaldandi skal flytast til Sullom Voe terminalin í Hetlandi

Terminalurin á Sullom Voe í Hetlandi hevur í mong ártíggju tikið ímóti oljuni frá risastóru Clair kelduni eystan fyri Føroyar. Nú skal BP avgera, um tað framhaldandi skal flyta oljuna til Hetlands.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Stórur partur av oljuni og gassinum, sum verður tikið upp úr undirgrundini á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar, hevur seinastu mongu árini verið fluttur til oljuterminalin Sullom Voe í Hetlandi. Her er fyrst og fremst talan um oljuna frá Clair leiðini, har BP er fyristøðufelag.
 
Sullom Voe hevur stóran týdning fyri hetlendska búskapin, og tí eru mong eygu vend móti bretska oljurisanum í hesum døgum - hvørja avgerð felagið fer at taka til framtíðina hjá hesum týðandi arbeiðsplássinum í Hetlandi. Tað kann eftir øllum at døma ganga báðar vegir. Beint nú samráðast BP og høvuðseigarin av Sullom Voe, EnQuest, um framtíðina hjá oljuterminalinum, sum umframt inntøkur til Hetland eisini heldur lív í mongum arbeiðsplássum.
 
Avgerðin hjá BP fær stórar avleiðingar fyri Sullom Voe ikki minst uppá longri sikt. Í fjør varð nógv tosað um, at BP fór at gevast við at flyta oljuna frá Clair umvegis rørleiðing  til Sullom Voe, og at tað fór at hava við sær, at oljuterminalurin fór at stongja í 2025.
 
Nú um dagarnar segði eitt umboð fyri BP, at felagið saman við tess partnarum á Clair leiðini, hava umrøtt ymsu møguleikarnar og fara nú at taka avgerð um, hvat skal henda við tess flutningi av oljuni á Atlantsmótinum í framtíðini. Ein møguleiki hjá BP er at leypa um Hetland, og flyta oljuna beinleiðis á marknaðin eitt nú til raffinarí í Skotlandi.
 
Shetland Islands Council, sum tekur sær av arbeiðinum í havnini í Sullom Voe, er partur av samráðingunum. Stjórin har, Maggie Sandison, sigur við Shetland Times, at umstøðurnar hjá BP at kunna  halda fram við flutninginum til Sullom Voe, eru so mikið góðar sum tilber. Hon heldur tilboðið, sum BP hevur fingið frá EnQuest er so mikið gott, at tað veruliga eigur at umhugsað at taka av.
 
Partur av øllum hesum máli er eisini framtíðin hjá oljupallum vestan fyri Hetland og í Norðsjónum, har miðjað verður ímóti at reka pallarnar við streymi úr landi frá eitt nú vindmyllum heldur enn at brúka gass frá sjálvari framleiðsluni. Her kemur ein sonevndur “interconnector” uppá 600MW millum Hetland og Skotland, eisini inn í myndina og er til umrøðu júst nú. Síðani kemur eisini avleiðingin av Covid-19.
 
Clair oljuleiðin liggur 75 kilometrar í ein landnyrðing úr Hetlandi, og varð funnin í 1977. Hon goymir umleið sjey milliardir tunnur av olju. Fyrsta oljan varð tikin upp í 2018. Í dag  er framleiðsla frá tveimum leiðum á Clair oljukelduni, og tann triðja er á tekniborðinum til at verða útbygd.
 
Hon varð løgd á hillina tá Covid-19 rakti, og oljuprísurin fór í botn. Nú verður so áhugavert at frætta, um BP fer at taka fram aftur umrøddu ætlan at útbyggja Clair South. 
 
Verður hugt longur fram í tíðina, so er eisini greitt, at Sullom Voe terminalurin, sum týðandi partur av infrastrukturinum á Atlantsmótinum, kann fáa týdning fyri møguliga framtíðar føroyska oljuframleiðslu. Tað vil tíðin vísa. Hann verður so nevndur sum ein møguleiki til at hýsa olju og gassi úr føroysku undirgrundini í tilmælunum frá táverandi føroysku ráðgevandi bólkunum í sambandi við framtíðina innan olju og gass í Føroyum.
 
[object Object]
Oljan frá Clair Ridge pallinum eystan fyri Føroyar fer í løtuni gjøgnum rørleiðing til terminalin í Sullom Voe 
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

49 Leygardagur 19. desember 2020

Sviakongur: Svenska smittubasingin er miseydnað

Harmast um at nógvir sviar ikki hava havt høvi at siga sínum nærmastu farvæl

(Mynd: SVT)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Carl Gustaf kongur af Svøríki er stúrin um koronastøðuna í landinum og sigur nú beinleiðis, at ongin er bjargaður undir farsóttini í Svøríki.

- Eg haldi, at vit hava mistikið okkum. Vit hava nógv dey, og tað er ræðuligt. Tað er nakað, vit øll líða undir, sigur kongurin. Orðini falla í eini sjónvarpsrøð hjá svenska kringvarpinum, SVT, um kongshúsið, sum verður send mánakvøldið.

Yvir 7.000 fólk í Svøríki hava latið lív við korona, og tað pínir kongin, at nógv ikki hava kunna sagt ordiliga farvæl við teirra kæru.

- Svenska fólkið pínast illa av hesum sváru viðurskiftum. Ein hugsar um allat teir familjulimirnir, sum ikki hava kunnað sagt farvæl. Tað má vera ein tung og skelkandi uppliving, sigur kongurin við svenska kringvarpið SVT.

Upp á fyrispurningin um kongur sjálvur óttast fyri at verða smittaður av covid-19, sigur Carl Gustaf:

- Seinastu dagarnar er hóttanin komin tættari uppá. Tað er jú ikki nakað, mann ynskir sær.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

50 Leygardagur 19. desember 2020

Valúrslitið staðfest: Valfólkini peikaðu á Biden

303 fólk atkvøddu fyri Joe Biden og 232 fyri Donald Trump – harvið er amerikanska forsetavalið avgreitt

Joe Biden 303 - Donald Trump 232 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er tað ein veruleiki. At komandi forsetin í USA verður demokraturin Joe Biden.

Tað var sligið fast í samlingini av valfólkum mánakvøldið, okkara tíð, tá yvir 270 av teimum valdu valfólkunum atkvøddu fyri Joe Biden.

Í meira enn ein mánaða hevur sitandi forsetin, Donald Trump, annars hildið uppá, at tað varð snýtt við valúrslitinum. Men higartil uttan úrslit.

Mánakvøldið var vinnarin av amerikanska forsetavalinum harvið alment váttaður, tá fólkaríkasti staturin í USA, Kalifornia, við sínum 55 valfólkum til Biden tryggjaði tær seinastu neyðugu atkvøðurnar til fyrrverandi varaforsetan, skrivar Reuters.

Úrslitið var sostatt greitt áðrenn tær seinastu valfólkaatkvøðurnar vórðu latnar í nátt, okkara tíð.

Sambært blaðnum New York Times, eru tað eingi valfólk, sum hava verið ótrúgv og ikki peikað á tað forsetavalevnið, sum veljararnir í statinum valdu.

Hetta merkir, at Biden fekk 306 atkvøður, meðan Trump fekk 232. Fyri at náa meiriluta kravdist minst 270.

Valfólk úr øllum amerikansku statunum vóru í gjár savnað fyri at lata teirra atkvøður til tann av forsetavalevnunum, sum fekk meirilutan av atkvøðunum í teirra stati.

Vanliga er tað ein formalitetur, men í ár hevur hetta valið havt størri týdning enn undanfarin ár, tí Donald Trump, forseti, hevur sýtt fyri at góðtaka, at hann tapti forsetavalið.

Forsetin hevur aftur og aftur sagt, at tað varð snýtt á valinum. Men tað er ikki eydnast honum at prógva hetta fyri dómstólunum.

Sambært útvarpsstøðini NPR hevur hann reist yvir 50 rættarmál í fleiri statum, men enn ikki fingið viðhald í nøkrum teirra.

Fríggjadagin varð seinasta vónin sløkt í royndunum hjá Trump at broyta valúrslitið, tá hægstirættur vísti aftur einum málið, sum stuðlar í Texas og øðrum statum høvdu reist, skrivar Reuters.


Click the map to create your own at 270toWin.com

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

51 Leygardagur 19. desember 2020

Franski forsetin smittaður við korona

Emmanuel Macron var á fundi við forsetan í Evroparáðnum og við spanska forsætisráðharran mánadagin. Teir eru tískil í sóttarhaldi, eins og franski forsetin er

42-ára gamli forsetin í Fraklandi er nú í sóttarhaldi. Hann verður í sóttarhaldi á sínum 43-ára førðingardegi mánadagin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Altjóða miðlar skrivaðu í gjár, at Emmanuel Macron hevur fingið koronasmittuna. Forsetin í Fraklandi er ikki heilt illa fyri, tí hann fer at arbeiða heimanfrá í sóttarhaldstíðini, sum í Fraklandi er í eina viku. Macron verður 43 ár mánadagin.

Tað at Emmanuel Macron hevur korona ger, at fleiri aðrir høgir harrar skulu í sóttarhald. Franski forsetin hevur havt fleiri altjóða fundir seinastu dagarnar - millum annað mánadagin tá hann var saman við Pedro Sánchez, ið er spanskur forsætisráðharri. Sánchez er nú farin í sóttarhald, og tað er forsetin í Evroparáðnum, Charles Michel, eisini. Hann var á fundi við 42-ára gamla Macron mánadagin.

Korona rakar Frakland rímiliga hart í løtuni. Sambært Worldometers eru yvir tveir milliónir aktivir smittutiburðir í landinum við 67 milliónum íbúgvum. Tó eru tað langt frá allir av hesum, ið eru álvarsamir. 2.850 fólk við koronu verða mett av verða í einari álvarsamari støðu.
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

52 Leygardagur 19. desember 2020

Væleydnað kinesisk mánaferð

Chang’e 5 rúmdarfarið komið aftur til jørðina í øllum góðum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ómannaða kinesiska rúmdarfarið Chang’e 5, sum hevur savnað tilfar á mánanum, er komið aftur til jørðina í øllum góðum. Hetta er fyrstu ferð í yvir 40 ár, at eitt rúmdarfar hevur heintað tilfar av mánanum.

Rúmdarfarið varð sent upp av eini rúmdarstøð í Mongolia 23. november. Kina er nú triðja landið í heiminum eftir USA og Sovjetsamveldið, sum hava rikið royndir heim av mánanum.              

Uppgávan hjá Chang’e 5 var at savna inn tilfar fyri at fáa meira at vita um, nær mánin skaptist. Eisini verður ynskt at fáa at vita meira um gosaktivitetin, sum hevur verið á mánanum.

Royndirnar vórðu tiknar í einum ókannaðum øki á mánanum, Oceanus Procellarum – hav stormanna.

Eftir at royndirnar vóru tiknar, fór farið undir heimferðina aftur 1. desember.

Talan var um eina tekniskt krevjandi uppgávu. Henda verkætlanin hevur havt stóran týdning fyri Kina, sum harvið kundi prógva sín dugnaskap og vísa, at landið veruliga vil nakað við rúmdargranskingini.

Ætlanin hjá Kina er at byggja eina rúmdarstøð á mánanum og senda mannað rúmdarfar upp í 2030. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

53 Leygardagur 19. desember 2020

Maðurin, ið sang “Kiss an Angel Good Mornin” er deyður

Charley Pride doyði orsaka av covid-19. Hann gjørdist 86 ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Countrysangarin Charley Pride, doyði farna leygardag, 86 ára gamal. Deyðsorsøkin verður søgd at vera avleiðingar av covid-19, skrivar CMT News.

Charley Pride var ógvuliga væl dámdur í Føroyum, og vitjaði eisini herheima í 2009 og hevði eina sera væl eydnaða konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Kendastur mann Charley Pride vera fyri sangin “Kiss an Angel Good Mornin” sum Hallur Joensen gav út í føroyskari tíðing hjá Martin Joensen, “Kyss ein eingil hvønn morgun”. Hallur fekk møguleikan at syngja sangin saman við Charley Pride sjálvum á útgávuni “Stars and Legends”.

Charley Pride var fyrsti litti maður, ið gjørdist verulig countrystjørna. hann hevði 29 sangir ovast á hittlistunum frá 1969 til 1983. Hann var eisini valdur til Entertainer of the Year hjá Contry Music Association í 1971.

Charley Frank Pride var føddur í Sledge, Missisippi, 18. mars 1934. Hann keypti sín fyrsta gittara sum tannáringur fyri pengar hann vann fyri at heinta bummull. Tvey ár seinni fór hann úr skúlanum fyri at spæla baseball professionelt í The Negro American League. Hann tænti eitt skifti herinum eisini, áðrenn hann fór tónleikavegin.

Fyrsta plátan frá hansara hond, “Country”, kom út í 1966, og millum best dámdu sangirnar á tí plátuni var “The Snakes Crawl at Night”.

Fyrsti sangurin, ið náddi fyrsta plássið á hittlistunum var “All I Have to Offer You is Me” frá 1969.

Í 1971 vann sangurin “Kiss an Angel Good Mornin” grammyvirðisløn sum ársins sangur

Í farna mánaða varð Charley Pride heiðraður við Willie Nelson Lifetime Achievement Award hjá Country Music Association. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2020

54 Leygardagur 19. desember 2020

Føroysk skjóting fingið altjóða viðurkenning

Skjótisamband Føroya hevur nú fingið limaskap í International Shooting Sport Federation

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu nú vera við í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi. Skjótisamband Føroya hevur fingið limaskap í International Shooting Sport Federation, ISSF, eftir at sersambandið fyrstu ferð søkti um limaskap í august 2019.

Føroysk ítróttafólk innan skjóting kunnu sostatt eisini vera við í kappingum, sum Evropeiska Olympiska Nevndin, EOC, skipar fyri. EOC staðfesti endaliga í 2019, at Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í EOC-kappingum í teimum ítróttagreinum, har Føroyar hava altjóða limaskap.

– Hetta eru frálík tíðindi – serstakliga fyri menningina av føroyskum skjótiítrótti. Vit eru sera takksom fyri, at ISSF hevur bjóðað okkum vælkomnum upp í felagsskapin. Limaskapurin fer ikki einans at geva okkara ítróttafólkum íblástur, hann fer eisini at geva okkum royndir á hægsta stigi. Vit eru so sera takksom fyri hesi góðu tíðindi, sigur Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya.

ÍSF fegnast eisini um altjóða limaskapin hjá skjótisambandinum. Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sigur, at limaskapurin er enn ein týðandi varði á leiðini at fáa føroyskum ítrótti alsamt fleiri altjóða viðurkenningar.

– Hetta eru stórtíðindi, tá talan er um at menna føroyska skjótiítróttin í komandi árum, og hetta passar sum fótur í hosu við, at vit gera nýggja skjótibreyt, sigur Jon Hestoy.

Hann fegnast um, at alsamt fleiri føroysk ítróttafólk hava fingið høvið at kappast á altjóða stigi undir føroyskum flaggi seinnu árini. Føroyar hava nú altjóða limaskap í 12 ítróttagreinum: bogaskjóting, badminton, dart, fótbólti, hondbólti, parasport, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, taekwondo og flogbólti.

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2020

55 Leygardagur 19. desember 2020

VÍF vann við fýra málum á Neistanum

Hesaferð var eingin ivi um endaliga úrslitið, hóast talan gjørdist um ein spennandi dyst. Filip Jojic gekk á odda við 12 málum, og vestmenningar eru nú bert eitt stig aftanfyri H71

Vestmenningar kundu fegnast í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað eru beint yvir tveir mánaðir síðani, at VÍF og Neistin hittust í Høllini á Hálsi. Avgerðin um hvør skuldi fara avstað við stigunum fall tó ikki fyri í kvøld. Neistin skoraði eitt mál færri á vøllinum 11. oktober, men eitt mál eyka kom á dómaraseðilin, og eftir kæru frá VÍF og tríggjar viðgerðir endaði tað við, at dysturin skuldi spælast umaftur

Dysturin varp spældur mikukvøldið, og tað var uttan áskoðarar orsaka av koronatilmælunum. Útiliðið bygdi sær eina leiðslu miðskeiðis í 1. hálvleiki, og í hálvleikinum var munurin fýra mál. 

Neistin kom inn í dystin aftur, og tá tíggju minuttir vóru eftir, var Neistin á odda 25-23, og var á odda við einum máli, tá fimm minuttir vóru eftir. Men so skoraði VÍF fýra ferðir á rað og koyrdi sigurin heim.

Harvið endaði tað við, at vestmenningar fingu nakað burturúr at spæla dystin umaftur, og teir í gulum og bláum vóru nokk eyka uppsettir. VÍF hevur nú 20 stig og er eitt stig aftanfyri H71 við einum dystum færri. Neistin er á triðja plássi - trý stig aftanfyri VÍF og hevur leikt ein dyst fleri enn VÍF.

Burn-deildin
16.desember - umdystur frá 11.oktober
Neistin - VÍF 28-32 (12-16)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hanus Christophersen 6 mál, Jónsvein Dulavik og Hanus Árason 6 mál

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

56 Leygardagur 19. desember 2020

Ísland vitjar Tórsvøll 4. juni

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 skulu A-landsliðini hjá monnum hjá londunum spæla venjingardyst, og hetta verður fyrsti venjingardystur í Føroyum í 17 ár

Íslendingar fegnast her um mál frá Gylfa Sigurðssyni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fótbóltssambandið boðaði týsdagin frá, at avtala er gjørd við íslendska fótbóltssambandið, KSI, um at Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni kl. 19

Føroyska A-landsliðið við monnum skal í komandi ári spæla tíggju HM-undankappingardystir og tveir venjingardystir. Og nú er greitt, at annar venjingardysturin verður ímóti Íslandi. Londini skuldu hittast í summar til venjingardyst, men hetta gjørdist av ongum orsakað av koronastøðuni.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at hetta verður fyrsti venjingardystur hjá A-landsliðnum við monnum á heimavølli í 17 ár. Seinast føroyska liðið spældi venjingardyst í Føroyum var tann 18. august í 2004, tá Malta var á vitjan á Svangaskarði. Føroyar vunnu 3-2, við málum frá Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Fróða Benjaminsen.

[object Object]Brandur Hendriksson, her í dyst móti Malta í november, spældi í 2018 og 2019 við FH í Íslandi (Mynd: FSF)

[object Object]Ísland var í november sera nær við at spæla seg í triðja endaspælið á rað, men tað endaði við vónbrotið í Budapest (Mynd: EPA)

Seinast Føroyar og Ísland spældu var 14. august í 2013, tá íslendingar vunnu 1-0 í Reykjavík. 

Atgongumerkini til dystin 4. juni 2021 verða sett til sølu einaferð í vár, um umstøðurnar loyva tí, skrivar fsf.fo, ið samstundis boðar frá, at arbeitt verður við at fáa ein venjingardyst afturat í juni, men hvar og hvat mótstøðulandið verður, er ikki komið endaliga upp á pláss enn.

Ísland megnaði ikki at spæla seg til komandi EM-endaspæl - talan gjørdist um tap í playoff-dysti í Ungarn tíðliga í farna mánaði. Íslendingar eru á 46. plássi á styrkilistanum hjá Fifa. Føroyar eru nummar 107 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

57 Leygardagur 19. desember 2020

Torkil Veyhe støðgaður sum súkklari á hægsta stigi

Brúkar nú orkuna til at skriva ph.d.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, er nú støðgaður sum professionellur súkklari. Tað upplýsir hann fyri súkklumiðilinum feltet.dk.

Torkil hevur so at siga ikki verið við í kappingum í ár. Tá koronan brast á, var allar súkklukappingar avlýstar, og tá tað so spakuliga varð latið upp aftur fyri súkkling í heyst, valdi Torkil ikki at bjóða seg fram fyri danska lið sítt, Rival Securitas Cycling Team.

Liðið var tá komið í illa fyri fíggjarliga, at tað ikki hevði møguleika at rinda súkklarunum løn, og seinni hevur tað eisini boðað frá, at tað ikki kann halda fram á sama støði tá farið verður undir kappingar aftur.

Torkil valdi tí heldur at miðsavna seg um arbeiðið fyri stóru ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuna COWI, sum hann eisini arbeiðir fyri.

Torkil Veyhe hevur í fleiri ár verið heilt frammi á danska súkklupallinum, og hevur umboða professionellu feløgini ColoQuick, Team Waoo og seinast Riwal-Securitas.

Torkil fekk útbúgving sum verkfrøðingur í 2016, men valdi at satsa upp á súkklingina nøkur ár, hóast tað var honum greitt, hvørja yrkisleið hann fór at satsa uppá.

- Eg fekk møguleika at arbeiða sum verkfrøðingur í COWI í 2018, og fyritøkan hevur verið ógvuliga lagalig og loyvt mær at brúka tíðina upp á súkkling eisini, sigur Torkil Veyhe við feltet.dk.

Tá samfelagið lat aftur í vár, fekk hann høvi til at hugsavna seg um, hvat framtíðin skuldi bjóða, og í hesum sambandi stóð honum í boði at koma við í eina spennandi ph.d.-verkætlan.

Hann greiðir frá fyri feltet.dk, at hann altíð hevur verið áhugaður í viðgerð av dátum, og at hann nú fer at arbeiða í eini verkætlan, har hugt verður eftir hvussu weirar verða festir í betong.

- Talan er um eina verkætlan yvir trý ár, og eitt av krøvunum er, at eg ikki skal hava annað arbeiði, meðan arbeitt verður við verkætlanini, so tað var natúrligt fyri meg at velja súkklingina frá, sigur Torkil Veyhe, sum fyllir 31 ár nakað eftir nýggjár.

[object Object]Torkil Veyhe í súkklukapping á oyggjaleikunum í Gibraltar 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2020

58 Leygardagur 19. desember 2020

Michal Przybylski: - Eg vil eisini sleppa at smakka gull

- Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum, sigur nýggi leikarin hjá HB

Michal Przybylski til høgru saman við komandi liðfelaganum Pætur Petersen (Savnsynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Skifti millum B36 og HB síggja vit ikki á hvørjum degi, men hetta er ikki tað sum liggur fremst í huganum hjá Michal, nú hann hevur valt at flyta nakrar metrar longur norð.

Soleiðis skrivar HB á heimasíðu sínari, eftir at tað er kunngjørt, at 22-ára gamli álopskendi miðvallarin hevur skift frá grannunum B36.

– Tað er fyrst og fremst tað ítróttarliga ið telur. Eg vildi fegin hava eina nýggja ítróttarliga avbjóðing, og tað er neyvan nøkur størri avbjóðing her í landinum enn at royna at vinna sær pláss á liðnum hjá greipuvinnarunum. Og so er tað sjálvandi tann professionella tilgongdin í HB, sum hugtekur meg, sigur Michal Przybylski við hb.fo.

[object Object]Michal Przybylski saman við Tummas Juul Sólbjørnsson Thomsen (Mynd: hb.fo)

Leikarin við 112 dystum í Betrideildini sigur, at hann fyrst skal hugsavna seg um at koma inn á sterka liðið - síðani snýr tað seg um menning og sjálvandi at vinna: 

– Fyrsta avbjóðingin er, at royna at vinna mær pláss á tí liðnum sum var sterkast í 2020 - ja kanska tað sterkasta í fleiri ár. Málið er at spæla so nógv sum gjørligt, og at mennast sum leikari. Eg vil gera mun við mínum dygdum og vónandi vera við til at vinna. Eg vil eisini sleppa at smakka gull, leggur hann brosandi afturat.

Heimasíðan hjá HB skrivar til seinast, at hóast dygdirnar hjá Michal hava verið eyðsýndar í fleiri ár, og hóast hevur ment seg til at vera ein profil í Betri-deildini, , síggja bæði hann og Jens Berthel Askou, venjari, at tað er pláss til betringar.

– Vit hava sjálvsagt tosað um mínar styrkir, og hvar eg kann gera mun. Men vit hava eisini tosað um mínar veikleikar, og um hvar eg kann betra meg, soleiðis at eg kann gerast ein enn betri fótbóltsspælari.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

59 Leygardagur 19. desember 2020

Liðskiparin aftur á liðnum

Jan Ó. Ellingsgaard hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við ÍF

Jan Ó. Ellingsgaard (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jan Ólavsson Ellingsgaard, sum seinastu umførini farna kappingarári var uttanfyri hópin hjá ÍF, hevur nú skrivað undir tvey ára sáttmála við fuglfirðingar.

Hesum boðaði ÍF frá í hóskvøldið.

30 ára gamli fuglfirðingurin hevur spælt við ÍF nærum øll árini, hann hevur verið virkin í fótbólti burtursæð frá 2017, tá hann gjørdi eitt legg til Runavíkar at spæla við NSÍ.

Sum skilst var tað ein illstøða millum Jan Ólavsson Ellingsgaard, sum var liðskipari, og liðfelagan Filip Djordjevic, sum var íkomin, tá teir báðir fóru av liðnum.

ÍF endaði á einum sætta plássi hetta kappingarárið og skavaði sær 26 stig saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

60 Leygardagur 19. desember 2020

Jákup Jakobsen heldur fram í NSÍ

Skjóti og stinni verjuleikarin kom av Skála seinasta vetur, og hann hevði eitt gott kappingarár við NSÍ

Jákup Jakobsen hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann fekk seg royndan hjá einum liði, ið kappast í oddinum og sum spælir evropeiskan fótbólt, og 28-ára gamli verjuleikarin stóð í høvuðsheitinum sterkur í myndini hjá NSÍ.

Jákup Jakobsen spældi samanlagt 27 dystir fyri NSÍ farna kappingarár, og nú er greitt, at hann heldur fram í gulum og svørtum. NSÍ boðar hósdagin frá, at sáttmálin við sterka verjuleikaran er longdur við einum ári.

Jákup var sum oftast at síggja sum annar av síðumiðverjunum í trý-baks ketuni hjá NSÍ, og var eisini i løtum á vongbakkinum.

Samanlagt hevur skálamaðurin spælt 139 dystir í Betrideildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

61 Leygardagur 19. desember 2020

Hjalti aftur í B68 - Høgni heldur fram

23-ára gamli vinstrabeinti verjuleikarin úr Norðragøtu, Hjalti Strømsten, hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála á Svangaskarði - royndi Høgni Madsen verður aftur at síggja í Betrideildini

Hjalti Strømsen í nærdysti við Petur Knudsen í dysti fyri Skála í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B68 er í gongd við at brynja seg til at spæla í Betrideildini fyri fyrstu ferð í fimm ár. Síðsta fríggjadag varð kunngjørt, at Lukasz Cieslewicz skal spæla fyri B68, og fram móti vikuskiftinum eru tvey nøvn í hópinum staðfest afturat.

Annar var ikki við at spæla B68 upp í Betrideildina, men hann spældi fyri felagið í seinnu hálvu í 2019. Hjalti Strømsten var í ár partur av Skála-hópinum og spældi 14 dystir fyri liðið, sum var annar av niðurflytarunum.

Hjalti er uppvaksin í Víkingi og hevur samanlagt spælt 33 dystir í Betrideildini, tríggjar í kappingini í Løgmanssteypið og ein í Europa League. 23-ára gamli leikarin er vinstrabeintur. Hann hevur spælt sum miðverju, vinstri bakkur og á verjukenda miðvøllinum og var í ungdómsárinum ein dugnaligur málverji.

[object Object]Hjalti Strømsten aftur á Svangaskarði - hann hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)

Hann hevur umboðað sjey ymisk feløg í Betrideildini og skal í 2021 spæla fyri tað áttanda felagið í fremstu røð í Føroyum. 35-ára gamli fuglfirðingurin, Høgni Madsen, hevur leikt 291 dystir í Betrideildini, og hansara royndir fara helst at koma væl við hjá B68.

Tað gjørdu tær í øllum førum í seinnu hálvu í ár. Høgni spældi 14 dystir fyri B68 í farna kappingarárið. Felagið boðar nú frá, at ein eitt-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar. Høgni Madsen er av Kambsdali, er upprunaliga sentralur miðvallaleikari, men hevur seinnu árini spælt í miðverjuni eisini.

Tøl: FaroeSoccer

[object Object]Høgni Madsen í dysti fyri B68 (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

62 Leygardagur 19. desember 2020

Ole Erik Midtskogen skiftir til Dundalk

Stóri og sterki áleyparin heldur ikki fram í KÍ. 25-ára gamli norðmaðurin skal nú spæla fyri felagið, ið hann skoraði ímóti í playoff-dystinum í Europa League

Ole Erik Midtskogen gjørdi millum annað um seg í evropeisku dystunum. Her ímóti Dinamo Tbilisi sum hevði nógv høvuðbrýggj av norðmanninum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Átta mál í 25 dystum í Betrideildini fyri ein útlendskan áleypara hjá einum av ovaru liðunum, ið skoraði 72 mál, ljóðar ikki av so nógvum. Samanlagt skoraði Ole Erik Midtskogen tíggju mál í 30 dystum fyri KÍ í 2020, men meira enn málið var tað í spælinum, at áleyparin hevði týdning fyri felagið.

Tað sást næstan beinanvegin, at hann høgi leikarin hevði nakað serligt yvir sær í mun til at taka bóltin til sín, halda uppá hann - hóast hart kroystur av einum ella fleiri mótstøðuleikarum - og fáa flutt hann væl víðari. 25-ára gamli norðmaðurin legði upp til níggju mál í Betrideildini.

Tað var eitt av teimum tíggju málunum, ið hann skoraði fyri KÍ, og avrikið í júst tí dystinum, sum vakti ans hjá felagnum, ið Ole Erik Midtskogen nú skal spæla fyri. 1. oktober hevði KÍ møguleikan at spæla seg í bólkaspælið í Europa League á Aviva leikvøllinum í Dublin.

Hetta eydnaðist ikki, men miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Ole Erik Midtskogen bóltin áleið 25 metrar frá málinum, tók hann við sær við vinstra beinið og smekkaði hann síðani í niðara málhorn við høgra beininum framvið Gary Rogers í málinum hjá Dundalk.

[object Object]
Ole Erik skorar her til 2-1 í Dublin. - Hann skoraði eitt framúr mál ímóti okkum, men tað er hansara "all-round" leikháttur og góðska, ið hevur hugtikið okkum. 
(Mynd: Dundalk)

39-ára gamli Rogers er júst givin, og hann verður harvið ikki liðfelagið við Ole Erik, sum nú skal spæla við Dundalk. Írska felagið hevur í dag boðað frá á heimasíðu sínari, at norðmaðurin er fyrsti nýggi leikarin, sum felagið hevur tryggjað sær til komandi kappingarár.

- Hann skoraði eitt framúr mál ímóti okkum, men tað er hansara "all-round" leikháttur og góðska, ið hevur hugtikið okkum. Hann er ein stórur og fysiskur leikari, men hann er eisini sera tekniskur, og hevur harvið tey eyðkenni ið hóska vit leita eftir, tí tey hóska væl til okkara leikhátt. Vit trúgva, at vit kunnu hjálpa honum at menna seg, og at hann fer at gerast ein gerast eitt gott og stórt ískoyti til okkara lið.

Hetta sigur Filippi Giovagnoli, høvuðsvenjari hjá Dundalk, um Ole Erik Midtskogen, sum veruliga gjørdi um seg í evropeisku dystunum hjá KÍ. Dundalk endaði, sum KÍ, á triðja plássi í sínari landskapping. Harvið megnaði liðið akkurat at spæla seg í fyrsta umfar í Europa League til komandi ár.

KÍ royndi at fáa sterka norðmannin at halda fram, men hann skal nú spæla í Írlandi. Tað er ikki so vanligt, at ein útlendskur leikari fer úr Betrideildini til eina nakað størri deild og til eitt felag, sum javnan spælir evropeiskan fótbólt. Dundalk var í bólki saman við Arsenal, Molde og Rapid Wien í Europa League. Írska liðið fekk einki stig.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2020

63 Leygardagur 19. desember 2020

Niels Áki Mørk lyfti mest tá samanum kom

Styrkifelagið skipaði fyri jólakapping í olympiskari vektlyfting

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðsta leygardag skipaði Styrkifelag Føroya fyri jólakapping í vektlyfting í hølunum hjá Tvørmegi í Havn. Kappast var í olympiskari lyfting, har lyft verður trekk og vend & stoyt. Hvør luttakari hevur trý lyft í hvørjari kappingargrein.

Íðkararnir vóru flokkaðir í vektbólkar, men hartil vórðu lyftini eisini umroknað eftir sonevnda Sinclair-háttinum, har hædd verður tikin fyri vekt og aldri hjá tí, sum lyftur.

Hjá kvinnum var bert tann eini luttakarin hesaferð, og tað var Erna Krett Hansen. Hon megnaði at seta persónligt met í báðum greinunum.

Hjá monnum vóru fimm lyftarar. Samanlagt lyfti Pól Hendrikur Andreasen mest, men tá lyftini vórðu umroknað eftir Sinclair háttinum, hevði Niels Áki Mørk flestu stigini.

Honum á baki kom Pól Hendrikur, meðan Mortan á Bøgarði vann bronsuna.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2020

64 Leygardagur 19. desember 2020

U21: Bagge heldur fram - Atli nýggjur hjálparvenjari

Sámal Erik Hentze fekk sera góð úrslit í heyst og heldur fram komandi tvey árini. Fyrrverandi liðformaður hansara og fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum skal hjálpa honum

Venjaratoymið hjá U21-landsliðnum til komandi undankapping - Atli Gregersen og Sámal Erik Hentze (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seks dystir, tríggjar sigrar og væl við í tapunum sum vóru móti Spania (tvær ferðir) og Norðurmakedónia (2-1). Hetta var úrttøkan við Sámal Erik Hentze sum oddamanni hjá U21-landsliðnum í heyst. Úttrykkið var gott, og nú er greitt, at 48-ára gamli venjarin eisini skal standa á odda fyri U21-landsliðnum í komandi undankapping. Fótbóltssambandið kunngerð, at Bagge hevur skrivað undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála: 

– Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]Sámal Erik Hentze skal royna at byggja uppá góðu gongdina hjá U21-landsliðnum, sum til komandi undankapping verður mannað heldur øðrvísi (Mynd: Sverri Egholm)

Seinastu árini hevur Hegga Samuelsen verið hjálparvenjari. Til komandi undankapping verður ein nýggjur hjáparvenjari, og tað er als ikki nakar ókendur maður í føroyskum fótbólti. Nýggjur hjálparvenjari verður nevniliga fyrrverandi liðskiparin á A-landsliðnum og Víkinga-kempan, Atli Gregersen.

– Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagga frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar

[object Object]
[object Object]
Atli Gregersen umboðaði í nógv ár Føroyar sum leikari (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta sigur Atli Gregersen við fsf.fo. 38-ára gamli víkingurin hevur fyri kortum skrivað undir ein nýggjan leikarasáttmála men er eisini farin í gongd á venjaraleiðini. Í fjør var hann venjari hjá U15-liðnum hjá Víkingi.

Greitt er eisini, at Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari hjá U21-landsliðnum næstu tvey árini. Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar, boðar FSF frá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

65 Leygardagur 19. desember 2020

Jóhan á Plógv skal við til Egyptalands at verja heimsmeistaraheitið

Hópurin hjá Danmark telur tjúgu leikarar. Rasmus Lauge er ikki við vegna skaða, fýra leikarar eru úttikinir til sítt fyrsta endaspæl, og Lasse Svan og Jóhan á Plógv eru tiknir út til plássið á høgra vongi

Jóhan á Plógv Hansen var við til at vinna HM í Danmark í fjør (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuskiftinum verður EM-endaspælið hjá kvinnum avgjørt í Danmark, og í næsta mánaði skulu menninir í eldin í Egyptalandi, har HM-endaspælið 2021, nummar 27 í røðini, verður.

Í HM-endaspælnum í januar 2019 var Danmark í serflokki og tryggjaði sær á heimavølli heimsmeistaraheitið á fyrsta sinni. Nú skal tað verjast, og nú er tað greitt, hvørjir tjúgu leikarar Nikolaj Jakobsen hevur tikið út.

Orsakað av koronastøðuni er møguleiki at hava tjúgu leikarar við, í mun til 16 sum vanligt er. Danmark hevur harvið tríggjar málverjar við ístaðin fyri tveir. Har er kappingin gróthørð, og maðurin sum hevur verið nummar tvey seinastu árini, Jannick Green, er ikki úttikin, tí Kevin Møller og Emil Nielsen gera tað frálíka væl í ávíkavist Spania og Fraklandi. Hetta verður fyrsta endaspælið hjá Emil Nielsen, ið er ein nakað tungur, men ógvuliga dugnaligur, málverji.

Niklas Landin er sjálvandi fyrsta valið.

[object Object]
Emil Nielsen verður við til sítt fyrsta endaspæl og skal helst avlasta Niklas Landin til tíðir (Mynd: EPA)

Fýra strikuleikarar eru tiknir við. Vanligt er, at tríggjar strikur eru í hópinum. Her er tað merkisvert, at royndi René Toft Hansen ikki er við, men har er nógv góðska á teimum, sum Nikolaj Jakobsen hevur tikið út - millum teir er yngri beiggi René, Henrik Toft Hansen.

Venjarin fer at hava nógvar møguleikar á bakplássunum, men ein umráðandi leikari manglar. Rasmus Lauge fekk fyri tveimum vikum síðani skaða í krossbandið í einum Champions League-dysti og noyðist undir skurð. 

Lague var sera týdningarmikil til HM í fjør, og tí skulu aðrir lyfta byrðina og stuðla Mikkel Hansen. Nakrir ungir og spennandi leikarar verða við: Mathias Gidsel og Nikolaj Læsø, sum báðir spæla í donsku kappingini, eru við fyri fyrstu ferð, og so er spurningurin um Jacob Holm og/ella Lasse Andersson úr Füchse Berlin kunnu fáa sítt veruliga gjøgnumbrot á landsliðnum.

Ein av bakkunum, ið ikki er úttikin, er høgi Nikolaj Markussen. Hann hevur verið við til fleiri endaspøl - millum annað  á heimavølli í fjør - men spælir lítið og einki í ungarska stórfelagnum Veszprem í løtuni.

[object Object]
Spælskiparin Rasmus Lauge er ikki tøkur til endaspælið (Mynd: EPA)

Markussen var í fleiri ár liðfelagið við Jóhan á Plógv Hansen í Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan spælir nú í Hannover-Burgdorf og hevur fingið eina góða byrjan í Týsklandi. Hann er saman við roynda Lasse Svan úttikin, og tí er ikki pláss fyri uppaftur meira roynda Hans Lindberg í hópinum.

Casper U Mortensen var í fleiri ár fyrstavalið á vinstra vongi, men hann er aftur vorðin skaddur, og tí fær Emil Jakobsen møguleikan at koma við til sítt fyrsta endaspæl. Hann er ein av fýra GOG-leikarum í hópinum, GOG er gamla felagið hjá Nikolaj Jakobsen, og skal avlasta yngra Landin, ið umframt at spæla á vonginum ofta dekkar sum bakkur.

Danski hópurin til HM-endaspælið

Málverjar
Niklas Landin, THW Kiel
Kevin Møller, FC Barcelona
Emil Nielsen, HBC Nantes

Vongleikarar
Magnus Landin, THW Kiel
Emil Jakobsen, GOG
Lasse Svan, SG Flensburg-Handewitt
Johan Hansen, TSV Hannover-Burgdorf

Strikur
Anders Zachariassen, GOG
Henrik Toft Hansen, Paris St. Germain Handball
Simon Hald, SG Flensburg-Handewitt
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold

Bakleikarar
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mikkel Hansen, Paris St. Germain Handball
Morten Olsen, GOG
Mads Mensah, SG Flensburg-Handewitt
Jacob Holm, Füchse Berlin 
Lasse Andersson, Füchse Berlin 
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg Håndbold
Mathias Gidsel, GOG
Nikolaj Læsø, Aalborg Håndbold

Áðrenn fráferð til Kairo skulu danir spæla tveir venjingardystir móti sterku norðmonnunum í Sydbank Arena í Kolding. Tað er ávíkavist 7. og 9. januar. 

Til HM eru hesaferð heili 32 lið við - vanligt eru 24 - og Danmark hevur ein á pappírinum ógvuliga lættan innleiðandi bólk.

Leikskráin hjá Danmark:
15/1 kl. 19.30 Danmark – Bahrain
17/1 kl. 19.30 D.R. Congo – Danmark
19/1 kl. 19.30 Danmark – Argentina

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020

66 Leygardagur 19. desember 2020

Ósigurin móti Danmark kostaði Ambros Martin starvið

Onkur annar fer at standa á odda fyri russiska liðnum til dystin um 5. plássið í EM-endaspælinum hjá kvinnum

Ambros Martin sum venjari hjá Györ til ein dyst í Ikast. Týsdagin endaði hansara tíð sum russiskur landsliðsvenjari heilt stutt harfrá - í Herning (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri tann allarstørsta partin av hesari øldini hevur Yevgeni Trefilov við harðari hond staðið á odda fyri russiska kvinnulandsliðnum. Undir hansara leiðslu hevur Russland vunnið HM fýra ferðir, umframt OL í 2016.

Trefilov gavst, fyri aðru ferð, farna summar. Spaniólin Ambros Martin, ein maður sum hevur vunnið fýra Champions League-heiti við ungarska stórfelagnum Györ, tók við. Russland endaði við bronsu til HM-endaspælið í Japan fyri einum árið síðani, og tað varð væntað, at liðið í minsta lagi fór at koma í hálvfinaluna til EM-endaspælið í Danmark, ið verður avgreitt í hesum døgum.

Vertirnir vildu tað tó øðrvísi og við sannførandi 30-23 sigri í seinasta umfarinum í millumumfarinum týskvøldið, syrgdi Danmark fyri, at Russland  skal spæla um 5. plássið ístaðin fyri um eitt finalupláss.

Donsku viðmerkjararnir umrøddu í sambandi við dystin, hvørt hetta fór at kosta Martin starvið ella ikki. Forsetin í russiska hondbóltssambandinum Sergei Shishkarev hevur váttaði mikudagin fyri tíðindsstovuni Tass, at venjarin verður biðin um at siga seg úr starvið, og at ein annar fór at taka sær av dystinum um fimtaplássi móti Niðurlondum, sum varð spældur í gjár, fríggjadagin.

Ambros Martin var fyrsti útleindingur nakrantíð, sum stóð á odda fyri russisika kvinnulandsliðnum. Hann hevur áður staðið á odda fyri rumensku kvinnunum, og frá 2018 fram til í summar var hann venjari hjá russiska felagnum Rostov-Don, sum Martin í fjør førdi í Champions League-finaluna.

Spurningurin er so, um Trefilov, ið hevur verið raktur av sjúku í ár, er til reiðar at taka ein eitt tak við sínum eyðkenda stíli. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2020

67
Leygardagur 19. desember 2020

Perfekt óperfekt jólaprýði

Jólaprýði við sjarmu. Eitt rák sum hevur stungið seg upp, er tað óperfekta jólaprýði

 
SkrivaÐ:

Birita Sjúrðaberg

Í seinasta blogginum skrivaði eg um, at stuttligar jólakúlur eru nógv at síggja aftur í ár. Men tað eru ikki einans stuttligar jólakúlur, ið eru tað nýggja rákið. Eitt annað rák hevur eisini stungið seg upp, er tað óperfekta jólaprýði.

Jólaprýðið, ið er seymað, skal ikki vera alt ov perfekt, men helst hava trevsaðir toykantar, skeivar formar og blandað mynstur. Tú kanst gloyma alt um, at stressa yvir jólaprýðið, tí óperfekt jólaprýði er tað perfekta prýðið.

Hesin tendensurin gevur ábendingar um, at okkum dáma væl ting, ið eru hondgjørd, og sum onkur hevur lagt kærleika í at gera, ístaðin fyri ting í eru hópframleidd.

Vanliga hava føroyingar góð skapanarevni, so eg ivist ikki í, at fleiri kunnu fáa íblástur til eitthvørt projekt. Tú kanst nýta alt frá pastel litaðum pappíri og glimmuri, til tógv og stríput toy, tá jólaprýðiðið skal klippast og seymast. Dámar tær eisini hetta rákið? So er íblástur at heinta her:

[object Object]@instabydomi

Hekla og seyma jólaprýði

Domonique er navnið handan instagram vangan @instabydomi. Hon er sera skapandi, tí at hon bæði seymar og heklar ymiskt prýði – millum annað jólaprýði, nýttársprýði, páskaprýði o.s.fr. Hon skapar heilt einastandandi hondgjørdir lutir, og hvørt verk hon ger, er eitt eindømi. Hon dugir serstakliga væl at fáa tað, ið hon ger, at síggja persónligt og einstakt út. Hon leggur ikki í, um tráðirnir eru trevsutir og/ella um aðrir skeivleikar eru, og tað haldi eg eisini er sjarmerandi við hennara verkum.

[object Object]@instabydomi

[object Object]@instabydomi

[object Object]@instabydomi

[object Object]@instabydomi

[object Object]@instabydomi

[object Object]@albertine_brask

Pappírsklipp við glimmur

Tine er kvinnan handan instagram vangan @albertine_brask. Hon er listhandverkari og fæst við ymiskt kreativt. Serliga, er tað pappírsklipp, keramikk og hekling, ið hon fæst við. Hon pyntar pappírsklipp við millum annað glimmuri og lametta. Hon nýtir serligt pastel litað  pappír, sum ger, at tað sær deiliga frískligt út. Hon gongur ikki so høgt uppí, at alt skal vera klipt snórabeint. Heldur dámar henni, tá tað er eitt sindur skeivt, tí at tað ger hvørt einstakt verk serstakt og persónligt.

[object Object]@albertine_brask

[object Object]@albertine_brask

[object Object]@albertine_brask

 

----

Birita Sjúrðaberg

[object Object]

Eg starvist á goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Eg eri 27 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík.

Eg, sjeikurin og sonurin sum er 6 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur míni eiga. So leingi eg minnist, havi eg havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2020