Borð fyri tvey
Jólasøga eftir Niclas Hera Jákupson - tekningar: Thierry Capezzone
Leygardagur 26. desember 2020 | Nr. 11 | Árgangur 1 | Kr. 0,00
Jólasøga eftir Niclas Hera Jákupson - tekningar: Thierry Capezzone
SíÐa 16
SíÐa 11
SíÐa 2
SíÐa 12
SíÐa 40
SíÐa 39
Blaðið Vikuskiftið kemur út hvønn leygardag í árinum
Jólahátíðin er farin afturum, og í dag er Sankta Stefans dagur til minnis um fyrsta menniskja, sum doyði vegna kristnu trúgv sína. Annar jóladagur er eisini veitsludagur í Føroyum.
Í øldir hevur verið siður, at nú byrjar dansitíðin, og loyvt er at halda sær á gamni í hesi myrku, tó lýsnandi, tíðini fram til føstuna.
Í kvøld verður tó alt øðrvísi enn tað plagar, eins og tað hevur verið tað mesta av árinum.
Hóast vit her á landið eru sloppin væl í mun til so nógv onnur, so er heimsumfatandi farsóttin enn ein álvarslig hóttan, sum vit skulu taka í stórum álvara, eisini hóast koppsetingarevni er á veg til okkara, og tað fer at ganga móti ljósari tíðum, sum biskupur segði í prædiku síni í Havnar kirkju jólamorgun.
Við vónum um at fólk fara at hugna sær í kvøld, og halda seg til tilmælini, sum eru givin, um savnast verður í veitslulagi, fara vit at ynskja øllum eini gleðilig jól við vónum um eitt eydnuberandi nýggjár.
Og so fara vit at taka orðini hjá bispi til okkara frá prædikuni jólamorgun, har hann millum annað legði dent á týdningin av ikki at vera egoistisk, men at síggja álvaran í støðuni, ikki minst fyri at verja onnur.
Orðini í prædikuni fullu nøkulunda soleiðis:
Hin kristna trúgvin gevur okkum – í ár – at vit onkuntíð megu geva avboð til tað, ið vit meta dýrabært. Til tess at taka atlit at øðrum, ið ikki eru eins væl fyri, sum vit. So hugsið um, hví vit hava lukkað niður. Tað er ikki bara fyri teg, sum missir eitt upplivilsi, men tað er fyri at skóna tey, sum ikki tola smittuna. Altso, hava vit ikki ráð at avlýsa eina gudstænastu, so eru vit egoistar – tað eiga vit ikki at vera á jólum.
Tað er ikki bara eg og mítt. Tað er eisini tú og títt. Tað er eisini hann og hansarar, hon og hennara. Okkara felagsheiti er vit. Okkum øllum er ein Frelsari føddur.
Tað er eitt bíligt offur, um vit við at avlýsa nakrar gudstænastur, kunnu verja fólk móti smittuni og umvegis tøknina birta ljós á leiðum teirra, har løtan er myrkari enn vanligt.
Vit fara nú at síggja ljósið í nærmastu framtíð. Vit fara at kenna angan av várligum vøkstri, nú koppingarevni móti covid-19 er veruleiki. Nú fer at lýsna – haldið út. Ólavsøku kanska? Hvør veit?
Tað er vert at bíða soleiðis, at vit øll, sum her eru og runt um í landinum, kunnu vera til – í øllum førum ikki fara foldum frá – vegna covid-19.
Maskintrupulleikar, Brexit og MSC góðkenning eru orsøkir til at Varðin hevur lagt ætlanir um ein nýbygning um nýtt skip á hillina fyribils
- Ja, tað er rætt, at vit hava tosað um at byggja eitt nýtt skip fyri Finn Fríða, sum nú er 17 ára gamal, sigur Dávid Jacobsen, sum er nevndarformaður og tekniskur leiðari hjá Varðanum.
- Tað hendi so nógv brádliga, og so eru nøkur viðurskifti broytt aftaná, sum eisini eru avbjóðingar fyri uppsjóvarvinnuna, sum vóru orsøk til, at vit valdu at bíða við hesum ætlanunum.
Hesi broyttu viðurskiftini vóru eitt nú maskintrupulleiki við nýggjasta skipinum í reiðarínum, Tróndi í Gøtu.
- Girið á Tróndi í Gøtu fór, og skipið lá í meira enn eitt ár. Og av tí at tað ikki ber til at leiga skip inn í føroyska flotan, vóru vit noyddir at keypa Gitte Henning úr Skagen. Eftir at tað eydnaðist at selja Jupiter, varð avgerð tikin um at varðveita Gitte Henning í føroyska flotanum, sum nú eitur Gøtunes, sigur Dávid Jacobsen.
Gøtunes og Finnur Fríði (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta gjørdi so tað, at Finnur Fríði nú var elsta skipið í flotanum hjá Varðanum, tá ið tosað verður um tey stóru uppsjóvarskipini.
Hóast skipið nú er 17 ár, so er talan um eitt gott skip, sum framvegis er í góðum standi, og sum fiskar væl.
- Tað er eingin loyna, at tá ið skipið er 17 ár, so er tíð at skifta út, og hevði girið á Tróndi í Gøtu ikki farið, so høvdu vit sikkurt yvirtikið ein nýggjan Finn Fríða í hesum døgum. Men av tí, at vit keyptu Gøtunes, so vórðu hesar ætlanirnar lagdar á ís, sigur Dávid Jacobsen.
Fara helst skjótt at taka tekningarnar fram aftur
Hóast tað nú er eitt hálvt ár síðan avgerð varð tikin um, at Gøtunes skuldi vera verandi í flotanum, so spøkja tankarnir framvegis um at byggja eitt nýtt skip fyri Finn Fríða.
- Vit skulu líka vita hvussu tað verður við Brexit sjálvandi, og nú mistu skipini MSC góðkenningina upp á svartkjaft og norðhavsild. Nakað, sum kann fáa álvarsligar avleiðingar, sigur Dávid Jacobsen.
Næstan allur svartkjafturin verður framleiddur til ídnað, og framleiddur til alifóður, men um svartkjafturin ikki verður MSC góðkendur skjótt, so gevast alirisarnir kring heimin at keypa okkara svartkjaft sum fóður, tí tað er skaðandi fyri umdømi.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað fer at hava eina slíka avleiðing, og tí velja vit líka at stinga fingurin í jørðina og bíða eina lítla løtu, og vita hvat sker. Tað er eisini umráðandi at fylgja gongdini við Brexit, sum verður á nýggjárinum, tí vit fiska eisini nógv í ES sjógvi, og størsti parturin av fiskiskapinum í ES sjógvi, er í bretskum sjóøki.
Men nú fer reiðaríið at fylgja gongdini, og tá ið man veit, hvussu viðurskiftini verða, so verða tekningarnar helst tiknar fram aftur, og arbeiðið fer aftur í gongd við at byggja nýtt skip fyri Finnur Fríða.
Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari á Varðanum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Gamli reiðarin er farin frá og nýggjur komin til
Jákup Jacobsen, sum hevur verið reiðari í felagnum síðan tað varð stovnað í 1985, valdi fyrr í ár, at leggja frá sær sum forstjóri í samtakinum, og bleiv tað sonur hansara, Bogi Jacobsen, sum tók yvir.
- Bogi er júst blivin forstjóri í Varðanum, og hann er framvegis stjóri í Varðanum Pelagic, so hann hevur nógv at seta seg inn í, samstundis, sum hann eisini hevur eitt annað virkið at passa. Hann skal hava møguleikan at seta seg inn í øll tingini, áðrenn vit fara víðari við einum so stórum málið, sigur Dávid Jacobsen.
Óvist hvussu tað skal síggja út
Hetlendska reiðaríið Altaire Fishing hevur júst kunngjørt, at tað fer at byggja eitt uppsjóvarskip, sum verður knappar 80 metrar langt, og knappar 17 metrar breitt, eitt skip, sum summir meina, hevði hóskað seg væl til ein nýggjan Finn Fríða.
Núverandi Altaire er bygdur í 2004, og er systurskip til Finni Fríða.
Viðurskiftini um hvussu stórt eitt nýtt skip fyri Finn Fríða skal vera, og hvussu fiskiskapurin skal skipast, er nakað sum skal fáast upp á pláss, upplýsir tekniski leiðarin.
- Har eru summir, sum vilja hava eina stødd, sum líkist skipunum Gøtunes og nýggja Christian í Grótinum, sum eru yvir 90 metrar long, og aðrir, sum ikki ynskja ov stór skip, sum eru betri egnað til tann fiskiskapin, sum tey vanligvís hava, sigur Dávid Jacobsen. Ein møguleiki er, at eitt nýtt skip einans skal fiska til matna, og so fiska hini skipini sínar kvotur til ídnað, men leggur dent á, at hetta einans eru spurningar, sum eru vanligir tá ið feløg byggja nýtt, sigur hann.
Finnur Fríði hevur størst kvotu av teimum fýra uppsjóvarskipunum hjá Varðanum, og tí er tað ein møguleiki fyri, at ein nýggjur Finnur Fríði verður størsta skipið í samtakinum, men Dávid Jacobsen vísir samstundis á, at tað er umráðandi at hava eitt væl útgjørt skip heldur enn eitt ov stórt skip.
Tvey ár síðani skipini hava fiskað lodnu seinast
Føroysku skipini hava seinastu mongu árini fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, men fyri tveimum árum síðan, bleiv lodnan burtur, og eingin fiskiskapur hevur verið síðan. Nú eru tekin um, at lodnan er komin aftur. Vanliga byrjar fiskiskapurin eftir lodnu fyrst í árinum.
- Vit hava størstu kvotu eftir londu av teimum føroysku reiðarínum í uppsjóvarvinnuni. Um Ísland ásetir sær eina lodnukvotu á 600.000 tons ella hægri, so kunnu Føroyar fáa 5 prosent av íslendsku kvotuni, og í mesta lagið 30.000 tons, og har eiga vit helvtina sum er 15.000 tons, sigur Dávid Jacobsen.
- Skipini fiska lodnuna við nót, og flestu skipini í uppsjóvarflotanum eru útgjørd til nótafiskiskap, men hesin fiskiskapurin er við at fara í søguna. Eingin lodna hevur verið seinastu tvey árini, og prísurin á makreli og sild, sum er fiskaður við nót, er júst tann sami sum tann, sum verður fiskaður við troli, sigur Dávid Jacobsen.
Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu (Mynd: Varðin)
Tí vísir nevndarformaðurin á, at møguliga skuldi ein nýggjur Finnur Fríði verið uppsjógvartrolari við stórum troldekki. Kortini eru ikki ætlanir um verksmiðju umborð, sum Norðborg hevur.
- Um man valdi hesa loysnina, so hevði man gjørt eitt stórt uppsjóvarskip, sum hevði eitt stórt troldekk, men tó onga verksmiðju, og so hevði man nokk steðga við nótafiskiskapinum við tí nýggja skipinum.
Gøtunes er til dømis ikki útgjørdt at fiska við nót, og tað er ikki óvanligt tá uppsjóvarskip verða bygd í dag, sigur Dávid Jacobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
Fólkakirkjan mælir til, at ongar gudstænastur verða 2. jóladag, jólasunnudag, gamlaársdag og nýggjársdag – Orsøkin er vaksandi smittutalið
14. desember mælti fólkakirkjan til, at ongar gudstænastur skuldu verða í kirkjunum jólaaftan og jóladag, og nú verður tilmælið víðkað.
Orsakað av vaksandi smittu boðaði Fólkakirkjan jólaaftan frá, eftir at hava mett um støðuna, at tilmælini um ongar gudstænastur eisini verða galdandi 2. jóladag, jólasunnudag, gamlaársdag og nýggjársdag.
Tær kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælunum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2020
Fleiri kilometrar av bilum stóðu og bíðaðu eftir at sleppa at koyra ígjøgnum nýggjasta undirsjóvartunnilin
Tað var trongsul við teir tríggjar tunnilsmunnarnar á Hvítanesi, á Rókini og á Strondum, tá Eysutoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu síðsta leygardag.
Eftir hátíðarhaldið, har røður vórðu hildnar av m.a. øllum fýra borgarstjórunum við tunnilsmunnarnar og øðrum, og Jørgen Niclasen hevði skorið tríggjar snórar um hvørja av útkoyringunum í rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni, varð loyvt almenninginum at royna nýggju slóðbrótandi farleiðina.
Upp á fáar tímar høvdu fleiri túsund akfør roynt tunnilin. Nøkur nýttu høvið at koyra fleiri ferðir rundan um hugtakandi rundkoyringina, og hetta førdi til ferðslutøppar, so at túrurin gjøgnum tunnilin tók munandi longri tíð, en roknast kann við, tá ferðslan fer at ganga normalt.
Fyrsta samdøgrið koyrdu ikki færri enn 18.000 bilar gjøgnum tunnilin.
Tunnilsfelagið boðaði í fyrstu atløgu frá, at koyring gjøgnum tunnilin fór at vera ókeypis árið út.
Tíðarskeiðið við ókeypis koyring, er nú longt til 10. januar.
Sí fleiri myndir frá upplatingini her
Bárður á Steig, løgmaður
Tróndur Patursson, listamaður, við hugtakandi listaverkið í rundkoyringini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
Færri vaksinur tøkar enn væntað, og tí er avgerð tikin um, at útseta fyrstu koppsetingarnar í nakrar dagar
Nú vísir tað seg, at væl minni av koronuvaksinu enn væntað verður tøk hjá føroyska heilsuverkinum í fyrstu syftu. Avgerð er tí tikin um at bíða nakrar dagar við fyrsta umfarinum av koppsetingum fyri koronu. Fyrstu koppsetingarnar verða tó sannlíkt longu ein av fyrstu døgunum í nýggja árinum.
Tað er nú greitt, at væl minni av koronuvaksinu verður tøk hjá føroyska heilsuverkinum til fyrsta koppsetingarumfarið enn teir umleið 4.800 skamtirnir, sum tað upprunaliga var roknað við skuldu koma til Føroyar annan jóladag. Men allir teir 4.800 skamtirnir fara at koma til Føroyar komandi vikurnar.
Orsøkin er, at Danmark saman við restini av ES fær nógv færri skamtir av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech enn væntað. Føroyar fáa sín part úr Danmark, og tí minkar føroyski luturin eisini samsvarandi.
Í Danmark vænta tey enn at fáa vaksinuna annan jóladag, tó at tað ikki longur er púra vist heldur. Hinvegin er tað vist, at Danmark fær eitt sindur færri enn 10.000 skamtir í fyrstu syftu.
Føroyar eru tryggjaðar rætt til beint undir eitt prosent av donsku skamtunum. Tað merkir, at føroyska heilsuverkið bara hevði kunnað fingið 70-80 vaksinuskamtir annan jóladag, um vaksinan er tøk tá – ella nóg mikið til at koppseta 35-40 fólk, tí koppsetast skal tvær ferðir við trimum vikum ímillum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, gjørdi tí av ikki at biðja um hesar skamtirnar, men heldur bíða í nakrar dagar, til tað ber til at fáa fatur í eini størri nøgd av vaksinu.
Avgerðin var tikin eftir tilmæli frá Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, Tummasi í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna. Hesir høvdu fund, eftir at Statens Seruminstitut, ið stendur fyri at býta vaksinuna út, hevði kunnað landsapotekaran um støðuna.
Í tilmælinum verður dentur lagdur á, at tað er týdningarmikið, at tað altíð verður tryggjað, at tveir skamtir eru til hvørt fólk, sum skal koppsetast. Tað merkir, at tá eitt fólk er koppsett einaferð, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni. Tí tað er hóast alt so mikið stór óvissa enn um, hvussu nógv vaksina fæst til landið og hvussu ofta, at tað ikki verður hildið at vera ráðiligt bara at brúka allar skamtirnar í einari sending beinanvegin og so dúva upp á, at næsta sending verður tøk tríggjar vikur seinni, tá somu fólk skulu koppsetast fyri aðru ferð.
Nú byrjar koppsetingin so nakrar dagar seinni enn ætlað, men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, heldur tó ikki, at nakrir dagar til ella frá eru so avgerðandi í hesum førinum.
- Vit høvdu væntað at fingið fleiri skamtir, so koppsetingin gekk skjótari, tá vaksinan einaferð var her. Men nú, tá vaksinunøgdin verður so avmarkað í fyrstu syftu, síggi eg onga grund til at skunda nakrar fáar skamtir hendavegin við vanda fyri, at teir fara fyri skeytið, bara fyri at kunna byrja koppsetingina nakrar fáar dagar fyrr. Vit eiga eisini at minnast til, at fyri bara fáum vikum síðani, roknaðu tey flestu við, at vit skuldu eitt fitt petti inn í 2021, áðrenn vit yvirhøvur høvdu nakra vaksinu. Sæð í tí ljósinum eiga vit sanniliga enn at fegnast um, at koppsetingin stendur í durinum, tó at fyrstu prikini verða nakrar fáar dagar seinni, enn vit hildu í seinastu viku, sigur landsstýrismaðurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Kunnu rokna við, at fyrstu skamtirnir koma til Føroya við flogfari annað jólakvøld
Nógv bendir á, at teir fyrstu føroyingarnir kunnu verða koppsettir móti covid-19 beint eftir jól.
Fyrsta stigið í umfatandi evropeisku koppingarverkætolanini var tikin í dag, tá EMA, sum er evropeiski stovnurin, sum góðkennir heilivágir, gav grønt ljós fyri vaksinuni, sum heilivágsfyritøkurnar Pfizer og BioNTec hava ment.
Væntandi verður henda góðkenningin staðfest í ES-nevndini longu í kvøld, skrivar dr.dk.
Harvið verður roknað við, at tað tekur einar tveir dagar at fáa fyrstu lessini av vaksinu til goymsluna hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Og, sum avtalan er í løtuni, so fáa Føroyar og Grønland eisini sín lutfalsliga part av skamtunum.
Hjalti Gunnarstein, landsapotekari (Mynd: Sverri Egholm)
- Tað sær út til, at tíðarætlanin, sum vit løgdu fram á tíðindafundinum hósdagin kemur at halda. Altso at vit kunnu fáa fyrstu vaksinuna heim við flogfari annað jólakvøld, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.
Enn hevur hann ikki fingiið almennu boðini um at so er. Tað er eisini enn óvist, hvussu nógvir skamtir Danmark fær, og harvið eisini Føroyar, í fyrstu atløgu.
Neyvan verða tað allir teir 600.000 skamtirnir, sum Danmark hevur fingið tillutað, heldur Hjalti Gunnarstein, tí heilivágurin skal jú fordeilast út til øll londini í ES.
Hann greiðir frá, at tá vøran er komin til SSI (Statens Serum Institut, red.), skal vøran pakkast um og gjøgnum vanliga góðskugóðkenning. Sjálvur heilivágurin skal ikki gjøgnum eina nýggja góðkenning í Danmark. Góðkenningin frá EMA er galdandi fyri Danmark og harvið eisini Føroyar.
---
Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Tollaksmessudag boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum frá, at orsaka av, at so fáir skamtar eru tillutaðir Danmark og harvið Føroyum í fyrstu atløgu, so verða fyrstu koppsetingarnar at bíða nakrar dagar
Føroyar eru tryggjaðar rætt til beint undir eitt prosent av donsku skamtunum. Tað merkir, at føroyska heilsuverkið bara hevði kunnað fingið 70-80 vaksinuskamtir annan jóladag – ella nóg mikið til at koppseta 35-40 fólk, tí koppsetast skal tvær ferðir við trimum vikum ímillum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, gjørdi tí av ikki at biðja um hesar skamtirnar, men heldur bíða í nakrar dagar, til tað ber til at fáa fatur í eini størri nøgd av vaksinu.
Avgerðin var tikin eftir tilmæli frá Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, Tummasi í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna. Hesir høvdu fund, eftir at Statens Seruminstitut, ið stendur fyri at býta vaksinuna út, hevði kunnað landsapotekaran um støðuna.
Í tilmælinum verður dentur lagdur á, at tað er týdningarmikið, at tað altíð verður tryggjað, at tveir skamtir eru til hvørt fólk, sum skal koppsetast. Tað merkir, at tá eitt fólk er koppsett einaferð, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni.
Nú byrjar koppsetingin so nakrar dagar seinni enn ætlað, men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heldur tó ikki, at nakrir dagar til ella frá eru so avgerðandi í hesum førinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Hetta fyri at binda um heilan fingur - skipanin verður fyribils galdandi í tvær vikur
Fyri at binda um heilan fingur , hava trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús, nú latið aftur fyri vitjandi. Hesum boðaði Sjúkrahúsverkið frá sunnudagin.
Til ber tó at vitja, um talan er um serligar umstøður, men hetta skal so avtalast við deildina.
Nýggju reglurnar eru fyribils galdandi í tvær vikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Jn.fo var einasti umsøkjari sum ikki fekk stuðul, og ein útvarpsstøð sum er í ferð við at sløkkja fær 192.000 krónur. Tann sum fær mest, fær smáar 700.000 krónur
Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2020. Niðurstøðan er, at sjey føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.
Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er sama tal sum í fjør. Nevndin metir, at sjey miðlar lúka treytirnar fyri stuðli, og teir fáa úr 175.373,06 krónur upp í 678.103,33 krónur í stuðli í ár.
Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2020 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2019:
Sosialurin (678.103,33 krónur)
Dimmalætting (276.958,60 krónur)
Portal.fo (237.741,44 krónur)
Norðlýsið (231.843,82 krónur)
FM1 (207.911,02 krónur)
R7 Kringvarp (192.068,72 krónur)
VP.fo (175.373,06 krónur)
Jn.fo, sum hevur fingið stuðul síðani miðlastuðulin kom í gildi, fær ikki í ár. Orsøkin er, sambært miðlastuðulsnevndini, at miðilin ikki lýkur krøvini, hetta hóast broytingar hvørki eru gjørdar í miðlastuðulslógini ella á jn.fo.
Hinvegin hevur R7 Kringvarp, sum á nýggjárinum steðgar sínum virksemi, fingið 192.068 krónur at framleiða journalistikk fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Nýtt partafelag er stovnað, og høli er fingið til vega í gamla timburhandlinum á Hálsi í Havn
Innan leingi verður møguleiki fyri at velja millum trý sløg av føroyskum øl og cider. Komandi summar verður triðja føroyska bryggjaríið væntandi ein veruleiki.
Stigtakari til nýggja bryggjaríið er Petur Petersen, eisini kallaður Petur Øl. Hann var stjóri á bryggjarínum Okkara, men segði seg úr starvinum í sambandi við at bryggjaríið á Velbastað var yvirtikið av Pf. Føroya Bjór. Síðan hevur Petur Petersen verið í starvi hjá heilsøluni hjá Poul Hansen.
Og pf. Poul Hansen er eisini partur av nýggja bryggjarínum, sum fer í gongd í summar. Hjá Skráseting Føroya sæst, at nýtt felag er stovnað, Pf. 22.12.2020 við Peturi Petersen sum stjóra. Endamálið hjá felagnum er at eiga og reka bryggjarí.
Petur Petersen sigur, at talan verður um eitt lítið bryggjarí, sum kann bryggja alskyns øl, so sum pilsnar, klassik, IPA, PA, sour og annað. Høvuðsvøran verður tó pilsnarøl, boðar felagið frá í tíðindaskrivi, og talan verður um øl við góðari góðsku, uttan at talan verður um ølsnobbari. Eisini eru ætlanir um at bryggja cider eisini.
Tá bryggjaríið byrjar sín rakstur, verða væntandi 6 til 8 fólk sett í starv. Í bryggjarínum verður eisini handil, har møguleiki verður at keypa vørurnar, sum verða bryggjaðar á staðnum. Eisini verður ein barr, har møguleiki er at smakka vørurnar áðrenn keypt verður, verður upplýst í tíðindaskrivi frá felagnum.
Enn hevur bryggjaríið ikki fingið navn, men ætlanin er at skipa fyri eini navnakapping.
Nevndarformaður í Pf. 22.12.2020 er Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansa Offshore. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen, Óli Restorff Hansen og Rúni M. Djurhuus.
Partapeningurin er seks milliónir krónur. Stovnari av Pf. 22.12.2020 er eitt partafelagið Tór, sum varð stovnað í farnu viku. Petur Petersen er stjóri í hesum felagnum og Óli R. Hansen nevndarformaður. Sjúrður Holm, stjóri í byggifelagnum Búsetur situr eisinini í nevndini fyri Pf. Tór.
Pf. 15 og Pf. Kimbil hava stovnað íløgufelagið Pf. Tór.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Bretska Undirhúsið skal taka støðu til avtaluna 30. desember, og væntað verður, at hon fær nóg stóra undirtøku
Jólaaftan varð avtala gjørd um framtíðar viðurskiftini millum Stórabretland og ES, og 30. desember skal Undirhúsið í bretska tjóðartinginum atkvøða um avtaluna. Tillagingartíðin, sum byrjaði, tá Stórabretland fór úr ES 31. januar í ár endar 31. desember.
Sambært bretskum miðlum verður væntað, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fær neyðuga meirilutan fyri avtaluna. Konservativi flokkurin hevur nevniliga meiriluta í Undirhúsinum, og andstøðuflokkurin Labour hevur eisini boðað frá, at hann vil stuðla avtaluni, hóast tað, sambært formanninum, Keir Starmer, ikki er tað frægasta fyri Stórabretland.
– Hetta er ikki tann avtalan, sum stjórnin lovaði. Langt frá. Tá avtalan verður løgd fram í tjóðartinginum fer Labour at góðtaka hana. Tað hevði ikki verið álítandi fyri Labour at stilla seg út á síðulinjuna tá talan er um ein spurning, sum hevur so stóran týdning fyri tjóðina, sigur formaðurin sambært BBC.
Orsøkin til, at Labour stuðlar avtaluni er tó einans, at hon er betri enn hin møguleikin, sum er eitt brexit uttan avtalu, ger Keir Starmer greitt
Sambært Ritzau skal ES-tingið eisini atkvøða um avtaluna, tá hon er samtykt í Stórabretlandi. Hetta verður væntandi í januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2020
Spar Nord yvirtekur danska bankavirksemið hjá BankNordik. Orsøkin til søluna eru høgu kapitalkrøvini, ið skerja framtíðar kappingarførið hjá bankanum í Danmark.
BankNordik skrivaði týsdagin undir avtalu við Spar Nord, ið ber við sær, at Spar Nord yvirtekur danska bankavirksemið hjá BankNordik fyri bókaða virðið umframt 255 mió. kr. í goodwill. Orsøkin til søluna eru høgu kapitalkrøvini, ið skerja framtíðar kappingarførið hjá bankanum í Danmark.
BankNordik rekur í dag virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, og sum SIFI- peningastovnur (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum skal bankin lúka hægri kapitalkrøv, t.e. vera betur bjálvaður, enn kappingarneytarnir í Danmark. Hóast BankNordik hevur gjørt stór framstig á danska marknaðinum seinastu árini, eru hækkandi kapitalkrøvini ein vansi fyri møguleikarnar hjá bankanum at standa seg í framtíðar kappingini við danskar peningastovnar, ið eru sum BankNordik til støddar.
Henda avbjóðing er ikki galdandi fyri virksemið í Føroyum og Grønlandi, har bankin virkar undir á leið somu treytum sum kappingarneytarnir. BankNordik hevur samskift við avvarðandi myndugleikar í eini roynd at broyta kapitalkrøvini fyri danska virksemið, men tað hevur verið uttan úrslit. Nú ein nøktandi avtala er fingin í lag við Spar Nord, er avgerð tí tikin um at selja.
Árni Ellefsen, bankastjóri
- Okkara virksemi í Danmark hevur ongantíð roynst so væl sum júst nú, og tí harmast vit um, at tað ikki hevur borið til at fáa lægri kapitalkrøv fyri danska partin av bankanum, so vit kunnu halda fram á góðu kósini. Samstundis eru vit eftir umstøðunum sera væl nøgd við søluprísin, ið er eitt greitt prógv um, at Spar Nord yvirtekur eitt lønandi virksemi frá okkum,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
- Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at bæði viðskiftafólk og starvsfólk fara at trívast í Spar Nord, soleiðis at vit við okkara tænastum megna at byggja víðari á góða grundarlagið hjá BankNordik,” sigur Lasse Nyby, forstjóri í Spar Nord, ið telist millum størstu peningastovnarnar í Danmark.
Nøkur verða uppsøgd
BankNordik hevur miðsavnað ávísar uppgávur í Føroyum, og tí arbeiða nógv føroysk starvsfólk í dag við uppgávum, ið viðvíkja danska og grønlendska virkseminum hjá samtakinum. Tá ið danski parturin verður seldur, fara uppgávurnar á ávísum føroyskum deildum at minka samsvarandi, og tí verður tørvur á færri starvsfólkum í Føroyum, tá ið danska virksemið er endaliga avhendað miðskeiðis í 2021. Bankin kannar nú, hvussu arbeiðið frameftir skal skipast innanhýsis. Væntandi fara summi starvsfólk at verða flutt í onnur størv, men longu nú er greitt, at tað eisini fer at verða neyðugt at siga fólk úr starvi.
Umframt at vera eitt týðandi fíggjarsamtak í Føroyum hevur BankNordik góð 20 prosent av marknaðinum í Grønlandi. Samtakið fer framhaldandi at leggja dent á at røkja góða sambandið við viðskiftafólkini og veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív á báðum marknaðum. Málið er at varðveita marknaðarstøðuna í Føroyum og skapa lønandi vøkstur í Grønlandi.
Sølan av danska virkseminum er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum og kappingarmyndugleikunum og verður væntandi framd 1. mars 2021. Bankin væntar, at sølan fer at geva ein vinning millum 70 og 90 milliónir krónur í ársroknskapinum fyri 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Húskir kunnu sigast at vera vorðin ríkari tá húsini vaksa í virði, hóast inntøkan er óbroytt, tí frívirðið í býlinum veksur. Men húskini tykjast ikki at hava økt nýtsluna munandi seinastu árini
Landsbanki Føroya hevur mett um samlaðu ognina og skuldina hjá føroyskum húskjum í 2018 fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er, samanborið við onnur lond.
Viðurskifti, ið lækka skuldina ella økja virðið á ognunum hjá húskjunum, økir nettoognina. Nettoognin gerst sostatt størri, tá til dømis virðið á sethúsunum hækkar, pensjónsuppsparingin økist ella skuldin minkar. At nettoognin økist kann ávirka nýtsluatferðina.
Síðani 2014 eru sethúsaprísirnir øktir við umleið 40 prosentum í Tórshavn, 50 prosentum í Suðuroy-Sandoy og við 65 prosentum í størri bygdunum, meðan sethúsaprísirnir eru nærum tvífaldaðir í smáu bygdunum síðani 2014.
At ognin hjá sethúsaeigarum økist tá sethúsaprísirnir vaksa, kemur ikki eigaranum til góðar sum gjaldføri, uttan hann selur húsini, hóast pantvirðið sjálvt veksur. Tó ber til at taka lán í frívirðinum og soleiðis javna sínar nýtslumøguleikar út yvir alt lívið.
Í hvønn mun føroysku húskini hava tikið lán í økta frívirðinum síðani 2014, ber ikki til at siga við vissu. Sethúsalánini hjá føroysku húsarhaldunum eru økt við 22 prosentum seinastu sney árini. Av hesi øking í sethúsalánum hava summi helst hækkað sína lántøku gjøgnum økta frívirðið til nýtslu ella umvæling av húsinum. Tey, ið nýligani hava ognað sær eini hús, hava ikki fingið lut í økta frívirðinum, men tørva sethúsafígging, ið svarar til høga prísstøðið, sum er í dag. Tí kann væl vera, at vøksturin í samlaðu útlánunum avspeglar hesa øking í sethúsaprísunum.
Væntandi hava flestu húskini raðfest at niðurgjalda skuld, heldur enn at taka lán í frívirðinum, tí húskini tykjast ikki at hava økt nýtsluna munandi seinastu árini. Føroysk húskir hava lutfalsliga lága skuld í prosent av tøku inntøkuni samanborið við onnur lond, og hetta samsvarar við, at fægstu húskini ynskja at hækka nýtsluna gjøgnum økta skuld, hóast húsini eru økt í virði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Og aftur komandi ár skattalætti og hægri útgjald frá samhaldsfasta fáa virkna
Fólkapensjónin, sum varð útgoldin tollaksmessudag, hækkði aftur. Innan eitt gott ár er inntøkan hjá flest øllum fólkapensjonistum í Føroyum hækkað við umleið 1.250 krónum um mánaðin.
Tað skrivar Heilsumálaráðið í fráboðan.
Og tá fólkapensjonistar næsta mánað aftur fáa ein skattalætta, umframt hægri útgjald frá samhaldsfasta eftirlønargrunninum, er samlaða inntøkan hjá ógiftum pensjonistum komin uppá uml. 12.550 krónur aftaná at skattur, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald er farið av. Hetta er til pensjónist, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta. Eini hjún, har bæði fáa fólkapensjón, fara at fáa knappliga 22.000 krónur tilsamans, aftaná skatt og gjøld.
Við útgjaldinum hesaferð er tað grundupphæddin, sum aftur hækkar við 290 krónum. Hetta er úrslit av lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, legði fyri Løgtingið seinasta ár, og sum nú fær virknað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Nú skeinkistøðini lata aftur klokkan 22, eru fólk farin at ballast heima við hús
Síðan boðað varð frá, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 fyri at forða fyri, at covid-19 skal spreiða seg meira í Føroyum, er týðuligt, at fólk í størri mun eru farin at halda veitslur heima.
Farna vikuskiftið merktist ein týðulig broyting í náttarlívinum, boðaði løgreglan frá síðsta leygardag.
Fá fólk vóru í býnum, tí fólk eru farin at ballast heima við hús í staðin.
Í hesum sambandi vóru fleiri klagur síðstu leygarnátt um ófrið í grannaløgum, tí onkur hevði spælt ov harðan tónleik.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Einir 200 bilar luttóku í árligu rekkjukoyringini í Vágum í tollaksmessukvøld
Tað er stórur áhugi at luttaka í árligu rekkjukoyringini, sum vágamenn skipa fyri á tollaksmessu á hvørjum ári.
Einir 200 bilar koyrdu tollaksmessukvøld runt í Vágum. Sverri Egholm, myndamaður, var í Vágum og tók nakrar myndir í Sandavági:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2020
Í løtuni eitur báturin Tanum, men í vár verður nýggja navnið Rescue LÍV. Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV
Bjargingarbáturin Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani, og kom í tilbúgving fyri nøkrum vikum síðani. Tanum avloysir undanfarna bjargingarbátin Rescue LÍV. Hann er nú seldur av landinum.
Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjargingarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.
- Sum lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
- LÍV hevur verið dyggur stuðul hjá Rescue LÍV, líka síðani Rescue LÍV kom til Føroyar fyri skjótt 13 árum síðani. Stuðulin hevur øll hesi árini havt sera stóran týdning fyri virksemið við Rescue LÍV, og fer eisini at hava stóran týdning fyri raksturin av nýggja bjargingarbátinum, sum verður eitt stórt frambrot fyri føroyska sjóbjarging, sigur Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag
LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani fyrsti báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2021 og 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Eldurin er sløktur, men báturin er illa farin
Um hálvgun tíggju tíðina sunnukvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um at eldur var kyknaður í ein glastrevjabáti, sum stóð uttan fyri eitt neyst í Kollafirði.
Sløkkiliðið varð sent á staðið, men tað tók eini trý korter at sløkkja eldin. Tað er nógv sum brennur væl á einum slíkum báti, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld. Hann sigur, at báturin er illa farin.
Talan er um ein bát av slagnum Targa 32, sum stóð uttan fyri eitt neyst uttarliga á Langasandi í Kollafirði.
Eigarin, sum ætlaði sær út at skjóta fugl, hevði drigið bátin úr neystinum, og hann stóð enn á vogninum, tá eldurin kyknaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Tað eru serliga tíðirnar til og frá arbeiðis, ið ónøgd hevur verið um, og sum nú eru tillagaðar
- Eftir drúgt samskifti, langar fundir og samráðingar á ymiskum støði, umframt royndarkoyringar síðan Eysturoyartunnilin lat upp, er tað eydnast at tillaga og gera ferðaætlanina meira skynsama.
Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari í vikuni. At Eysturoyartunnilin er latin upp, hevur gjørt samferðslumøguleikarnar í Føroyum betri, men tað hevur eisini givið Strandferðsluna nakað av høvuðbrýggi. Seinastu tíðina hevur stór ónøgd verið við ferðaætlananina á fleiri leiðum.
Talan er serliga um leiðirnar, ið fara umvegis Skálafjørðin og Sundalagið, og tað er serliga viðurskifti sum túratal og ósamsvar í mun til til dømis at sleppa til og frá arbeiði, sum hava verið uppi at vent, og tað eru serliga tíðirnar til og frá arbeiðis, ið nú eru tillagaðar.
Strandferðslan skrivar eisini, at til dømis hevur ein avbjóðing verið at fáa tvífalt tunnilsgjald burtur fyri ferðandi úr Klaksvík - Runavík - Havn, har leið 400 varð ætlað at fara upp á Strondum. Harvið hevði tað verið ov dýrt fyri tey ferðandi. Tann knúturin er nú loystur, skrivar ssl.fo
- Nú rokkið er á mál hesum viðvíkjandi, kann ein betri loysn fyri pendlarar, til og frá arbeiðis vanligar arbeiðstíðir til og frá Sundalagnum, vestara armi á Skálafjørðinum og Tórshavn, setast í verk galdandi frá 23. desember.
Frá 23. desember eru umfatandi tillagingar gjørdar á leið 450, 400 og 440. Boðað verður eisini frá, at Leið 450, Skálafjørður-Kollafjørður, koyrir sambært.ferðaætlan hvønn gerandisdag og ikki sum áður lýst bert skúladagar.
Jógvan Kruse, komandi brogarstjóri í Sunda kommunu, hevur sagt við Kringvarpið, at hann ikki er nøgdur við tær broytingar, ið Strandferðslan nú hevur gjørt, og at tær ikki eru í tráð við tær, sum partarnir avtalaðu.
Fyriliggjandi ferðaætlan er til eina og hvørja tíð ein støðumynd, ið krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og fígging, skrivar Strandferðslan at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Privatkundar skulu rinda negativa rentu av upphædd oman fyri 100.000 krónur og oman fyri milliónina á samansparingarkontum
Suðuroyar Sparikassi broytir nú síni tænastugjøld og rentur. “Tillagingar” verður tað kallað, og broytingarnar koma í gildi frá 21. januar 2021.
Broytingarnar verða gjørdar fyri at betra um og tillaga raksturin til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.
Higartil hava privatkundar rindað negativa rentu av upphæddini, sum er yvir 250.000 krónur. Hetta markið verður nú sett niður á 100.000 krónur, so at negativ renta verður kravd at tí upphædd, sum er omanfyri 100.000 krónur.
Á øðrum samansparingarkontum verður rentan lækkað við upp til 0,2 prosentstig, men samstundis lækkar markið fyri, nær kontur við 3, 12, og 18 mánaðar uppsøgn fáa negativar rentur – úr 2.500.000 krónum niður á 1.000.000 krónur.
Negativ renta á 0,75 prosent verður sostatt rindað av tí upphædd, sum er oman fyri eina millión krónur.
Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 prosent og hartil verða nýggj og dagførd tænastugjøld eisini ásett.
Yvirlit yvir rentur og tænastugjøld verður dagført á heimasíðuni www.ss.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Nú ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri ársins starvsstevnu, sum verður týsdagin 29. desember
Árliga starvsstevnan Jobmatch verður aftur í ár, og ársins tiltak, sum orskað av koronafarsóttini verður flutt yvir á talgildan pall, verður týsdagin 29. desember.
Men longu nú ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri Jobmatch 2020, har til ber at kunna seg um fyritøkur og stovnar, sum bjóða seg fram á ársins starvsstevnu.
Nú Jobmatch starvsstevnan verður flutt yvir á talgildan pall, ber til at sita heima – í Føroyum ella uttanlands – og vitja básar, sum lýsa virksemi, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a.
Meira kunning um, hvussu ber til at kaga inn á Jobmatch, hvussu mann skrásetur seg o.a., fæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Ein innlagdur sjúklingur og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum vórðu staðfestir positiv við covid-19 í gjár
Leygardagin vóru tveir smittutilburðir staðfestir á Landssjúkrahúsinum.
Talan er um ein innlagdan sjúkling og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum eru smittað við koronu. Sjúklingurin er fluttur á koronadeildina og starvsfólkið er farið í sóttarhald, skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.
Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum og Landslæknin eru í tøttum samstarvi um smittusporingina.
Sjúklingarnir sum liggja á raktu deildini vórðu beinanvegin í gjár kannaðir fyri koronu, og øll kanningarúrslitini eru negativ. Sjúklingarnir eru nú fluttir á einastovur í 10 dagar og verða kannaðir aftur annan hvønn dag næstu 10 dagarnar.
Starvsfólkini, sum hava verið í sambandi við tey bæði smittaðu, eru eisini kannaði. Øll úrslitini eru ikki tøk enn, men, tey, sum hava fingið svar, eru negativ. Starvsfólkini eru farin heim í sóttarhald, og verða kannaði aftur annað hvønn dag næstu seks dagarnar.
Taka nýggj stig í Sjúkrahúsverkinum
Fyri at binda um heilan fingur, tekur Sjúkrahúsverkið nú nýggj stig fyri at forða fyri, at koronasmittan kemur inn aftur á sjúkrahúsini. Hesi tiltøk ávirka sjúklingar og avvarðandi. Tiltøkini eru m.a. hesi:
• Latið verður fyribils aftur fyri øllum vitjandi. Eru serligar umstøður, sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.
• Allir akuttir sjúklingar skulu brúka masku fyri nøs og munn til negativt covid-19 svar fyriliggur
• Sjúklingar skulu so vítt gjørligt ikki flytast millum deildir og sjúkrahús
Sjúkrahúsverkið fylgir gongdini neyvt og fer at gera neyðugar tillagingar, so hvørt støðan við koronu broytist.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
64 prosent av føroyingum ynskja at lata seg koppseta móti covid-19, vísir kanning hjá Spyr.fo. Tey flestu, sum ikki ynskja koppseting, óttast hjáárin
Ein nýggj kanning, Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið vísir, at góð 63 prosent av føroyingum vilja lata seg koppseta móti covid-19. Hetta talið er nakað lægri enn í líknandi kanning í Danmark.
Megafon gjørdi síðst í november eina kanning fyri TV2 og Politiken, og har vísti úrslitið, at 80 prosent av teimum spurdu vildu lata seg koppseta.
Tíggju prosent svaraðu, at tey ikki ætlaðu at lata seg koppseta, meðan hini tíggju prosentini søgdu seg ikki vita.
Í føroysku kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt mánadagin, eru tað altso tveir triðingar av Føroya fólki, sum ynskir at lata seg koppseta móti covid-19, meðan góð 11 prosent siga nei. Ein fjórðingur, 25 prosent, ivast.
Óttast hjáárin
58 prosent av teimum, sum ikki vilja hava koppsetingina ella siga seg ivast eru bangin fyri hjáárinum, 19,1 prosent hava ikki álit á koppsetingini, 8,7 prosent hava ikki álit á myndugleikunum, meðan 26,2 siga seg hava aðrar orsøkir.
500 fólk vórðu spurd, og tað eru serliga tey millum 60 og 80 ár, sum ynskja at taka ímíti koppsetingini. Tey sum eru mest ivasom, eru í aldursbólkinum 30-44 ár.
Føroysku heilsumyndugleikarnir vænta, at fyrstu skamtirnir við covid-19 koppseting koma við flogfari annað jólakvøld, og sostatt verða fyrstu føroyingarnir væntandi koppsettir beint eftir jól.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Betri Stuðulsgrunnurin hevur latið gávur fyri tilsamans 1,11 milliónir krónur undan jólum
Jólaaftan fekk Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn 300.000 krónur í gávu. Hetta er stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum, sum á hvørjum ári letur peningagávur til vælgerandi endamál.
Betri Stuðulsgrunnurin letur eisini fíggjarligan stuðul til onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju. Hvønn sunnudag í advent hevur grunnurin latið adventsgávur. Samanlagt er stuðul latin fyri 1.110.000 krónur.
- Betri samtakið er eitt stórt felag í Føroyum, og hevur tí ávísa samfelagsábyrgd í mun til síni medmenniskju. Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd, og vit frøast um, at Betri Stuðulsgrunnurin kann lata stuðul til tey, ið hava tørv á tí. Í ár fer stórsta gávan til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri P/F.
Endamálið hjá grunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul, sum í høvuðsheitum verður latin til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.
Hesar vóru adventsgávurnar í 2020:
Fyrsta sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Heilbrigdinum, kr. 150.000,-
City Church meals, kr 30.000,-
Herberginum, kr. 30.000,-
Annan sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Parkinsonfelagnum, kr. 100.000,-
Deyvafelagnum, kr. 50.000,-
Barnaheiminum, kr. 50.000,-
Og triðja sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Blindafelagnum, kr. 50.000,-
Autismufelagnum, kr. 50.000,-
Beranum, kr. 50.000,-
Kvinnuhúsinum, kr. 50.000,-
Fjórða sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:
Barnadeildini í Sjúkrahúsverkinum, kr. 50.000
Umsorganarheiminum Gloria, kr. 50.000
Krabbameinsfelagnum, kr. 50.000
ADHD felagnum, kr. 50.000
Og jólaaftan varð stóra jólagávan á kr. 300.000 latin Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Tíðindaskriv frá Betri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2020
Samstarvið riggar væl, sigur landsstýrismaðurin
Myndugleikarnir hava goldið privatum fyritøkum 28,6 milliónir krónur fyri koronakanningar.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu í einum grein 52-fyrispurningi.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at samstarvið við privatu kanningarstovurnar riggar sera væl.
- Skipaninar hava virkað væl, og hava frígivið orku til Sjúkrahúsverkið at taka sær av “vanliga virkseminum”, sum annars hevði verið darvað enn meira, enn tað er í dag.
- Fleiri orsøkir vóru til at Sjúkrahúsverið valdi at samstarva við privatu fyritøkurnar um hetta. Átrokandi var at finna hóskandi innandura hølir til endamálið og neyðugt varð eisini at bøta um longu bíðirøðirnar og tann ferðsluruðulleika, sum stóðst av longu bilrøðunum. Fyrr stóðu fólk, sum skuldu lata seg kanna í bíðirøð í fleiri tímar. í dag standa tey í miðal 15 minuttir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað eru privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis, sum landið og Sjúkrahúsverkið samstarva við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Tað er stýrið í nú avtikna grunninum "Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne", sum hevur avgjørt at lata fæið til Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið fær nú knapt 800 túsund krónur í fíggjarligum styrki.
Talan er um fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’. Stýrið í hesum grunni avgjørdi fyrr í ár at avtaka grunnin, tí mett varð, at grunnurin ikki longur kann lúka endamál sítt. Samstundis avgjørdi stýrið, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent, at hetta kann verða gjøgnumført.
Landsstýriskvinnan við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vildi fegin, at peningurin skuldi koma Kvinnuhúsinum tilgóðar, og nú hevur Grunnaeftirlitið so góðkent, at hetta verður so.
Elsebeth Mercedis Gunneygsdóttur er fegin um, at stýrið hevur tikið hesa avgerð, og at Kvinnuhúsið tí kann fáa henda styrkin.
Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvinnuhúsinum, er takksom um hesa stórfingnu gávu:
- Hetta kann bøta um umstøðurnar hjá kvinnum og børnum, ið hava verið fyri likamligum ella sálarligum harðskapi.”
Fæið í ‘Fonden af 1989 for sociale formål på Færøerne’, á 800 túsund krónur, verður óskorið latið Kvinnuhúsinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Talan er um eitt uppskot frá borgarstjóranum, sum varð samtykt á býráðsfundi herfyri
Á býráðsfundinum mánadagin 14. desember varð umrøða av uppskotið frá borgarstjóranum um at bjóða Almannamálaráðnum samstarv um barnaheimseind í Vági, nú landsstýriskvinnan við almannamálum hevur umrøtt ætlan um at skipa fleiri barnaheimseindir heldur enn at byggja eitt nýtt barnaheim.
Býráðið tók fult undir við ætlanini, og síðani er sent skriv til Almannamálaráðiði, har Vágs kommuna bjóðar samstarv um barnaheimseind í Vági.
Í skrivinum stendur m.a.:
“Í Vágs kommunu hava vit seinastu árini brúkt nógv orku uppá at “lofta” ungdómum og fyribyrgja, at tey koma í avbjóðandi støður, og hava vit m.a. tikið fleiri ung inn í vard størv og í starvsvenjing í samstarvi við Almannaverkið.
Og vilja vit eisini hervið bjóða okkum fram at fara í samstarv við Almannamálaráðið / Almannaverkið um at fáa skipa eina barnaheims-eind í Vági.
Í Vági eru sera nógvir góðir møguleikar hjá børnum og ungum at brúka, bæði Marghøllin, Páls Høll, nýggj Parkour-høll er ávegis, kreativt umhvørvið er í FabLab, Ítróttaháskúlin er í Vági og so framvegis – alt tilboð og karmar, sum kunnu virka við til eina positiva menning av børnum og ungum í avbjóðandi støðum.
Umframt atgongd til spennandi karmar, so er eisini ein veruligur møguleiki antin at keypa eini størri sethús (keypsprísurin ein brøkpart av prísinum í miðstaðarøkinum) og umbyggja tey, ella at byggja nýtt til eina barnaheims-eind í Vági – og vilja vit fegin hjálpa við til at fyrireika hetta.
Starvsfólk við røttu útbúgvingunum og fakligum førleikum eru eisini tøk í Suðuroynni, so tann parturin verður heldur ikki ein trupulleiki.
Sum nevnt vilja vit í Vágs kommunu hervið bjóða okkum fram í samstarvi við Almannamálaráðið / Almannaverkið at byggja upp eina barnaheims-eind í Vági – her eru fakfólk, rætta positiva umhvørvið og umstøðurnar til at hjálpa okkara børn og ungum við avbjóðingum á røttu leið, soleiðis at tey kunnu fáa eitt so gott lív sum tilber.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Keypssátmálin varð undirskrivaður týsdagin
Felagið, sum seldi Christian í Grótinum fyrr í desember, hevur nú keypt eitt avloysaraskip.
- Ja, vit hava keypt eitt skip, at fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum inntil nýggja skipið kemur fyrst í 2022, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum.
Skipið er íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum fyrr hevur havt heimstað í Fuglafriði, og kallaðist Høgaberg.
- Vit meta at talan er um eitt gott skip, hóast tað er bygt í 1996. Skipið hevur koyrt í 40.000 tímar, sum er helvtina minni enn undanfarni Christian í Grótinum, sum vit seldu.
Bogi Rasmussen sigur, at hann ynskir ikki at upplýsa nakran keypsprís, men at talan er um eitt skip, sum er í góðum standi, og sum klárar at lasta umleið 2.300 tons, og hevur góða maskinorku, sum er júst tað teir skulu brúka til svartkjaftafiskiskapin.
Enn er óvist hvussu skipið kemur at eita, men talan verður tó um eina navnabroyting.
Íslendararnir sigla skipið til Føroyar millum jól og nýggjár, og her skal skipið yvirtakast.
Eftir ætlan fer skipið í vinnu um hálvan januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Nógvar spennandi uppgávur eru í tinginum, men sjógvurin liggur líkasum í æðrunum, og eg fái aldri nóg mikið av honum.
- Tað kennist meiri heimligt á sjónum enn í Løgtinginum. Ikki tí, eg trívist sera væl í tinginum, og har eru nógvar spennandi uppgávur, men sjógvurin liggur líkasum í æðrunum, og eg fái aldri nóg mikið av honum.
Tað sigur Jóhan Eli Poulsen, tingmaður og sjómaður
- Tá tað hevur ligið fyri, havi eg gjørt nakrar túrar til sjós hesa tíðina, eg havi sitið í Løgtinginum. Hesin túrurin við Arctic Voyager hevur gingist væl, tí vit hava góð 1.800 tons av svartkjafti eftir fýra hálum.
- Nú leggja vit skipið á Runavík, meðan vit bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún, sum verður 28. desember, sigur hann
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Sambært Reyða Krossi hava yvir 22 milliónir menniskju tørv á bráðfeingis hjálp í Jemen, og stríðið í landinum hevur eisini havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava fingið skaða ella eru lagdir heilt í oyði
Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur í neyðhjálp til Jemen. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi.
Sambært Reyða Krossi hava yvir 22 milliónir menniskju tørv á bráðfeingis hjálp í Jemen. Átta mió. mangla mat, og hungursneyð ræður millum tríggjar mió. kvinnur og børn.
Stríðið í Jemen hevur eisini havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava verið fyri skaða ella eru heilt lagdir í oyði. Mett verður, at meir enn tvær mió. børn mangla skúlagongd.
ST hevur almannakunngjørt, at spenta støðan í landinum ger Jemen til heimsins størsta humanitera kreppustað. Heilsuverkið er undir stórum trýsti, og einans 50 prosent av heilsuverkinum er virkið í løtuni. Ein avleiðing av hesum er, at 16 milliónir menniskju hava tørv á heilsu- og læknaviðgerð, sigur Reyði Krossur.
Hálva milliónin, sum Reyði Krossur Føroya letur, fer til verkætlanir, sum áhaldandi arbeiða fyri at betra um lívskorini í landinum. Eitt nú er talan um verkætlanir innan reinføri, mathjálp, vatn og grundleggjandi heilsutænastur.
– Við hesum stuðlinum fær Jemenski Reyði Hálvmáni tryggjað, at tænasturnar í teimum fimm heilsuklinikkunum, sum Jemenski Reyði Hálvmáni og Reyði Krossur í Danmark reka, kunnu halda áfram, og at arbeitt verður við sálarligu heilsuni hjá borgarum í Jemen. At tryggja hesi er ikki minni umráðandi í hesum døgum, nú familjur í Jemen eru fyri enn einum ósjónligum vanda – koronafarsóttini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Hóast arbeiðið at gera gøtur ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin letur upp fyri almenninginum longu nú, sigur Tórshavnar kommuna
Farna vikuskiftið lat upp ein nýggj hundatrøð fyri hundar og hundaeigarar við Óðinshædd í Havn.
Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki.
– At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum.
– Nú hundatrøðin letur upp, er laga manni at brúka trøðna, sum er løgd av til júst hundar. Á trøðni kunnu fólk og hundar teirra ganga túr og fáa fríska luft, skrivar Tórshavnar kommuna.
Økið er stikað inni, og urtagarðsfelagið Hjálpirót er farið undir at gera gøtur á trøðni, men hóast tað arbeiðið ikki er liðugt enn, er tørvurin á hundaluftingarøki so stórur, at trøðin longu er latin upp fyri almenninginum.
Leiðreglur um økið verða festar upp á skelti. Góðir parkeringsmøguleikar eru í nærumhvørvinum, og beinkir verða settir upp inni á økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
Á býráðsfundi mánadagin skipaði Vágs býráð seg. Bjarni Johansen verður borgarstjóri
Á býráðsfundi mánadagin hevur nýggja býráðið í Vágs kommunu skipað seg.
Longu valkvøldið skipaðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin seg í samgongu, og tað gjørdist beinanvegin greitt, at nýggjur borgarstjóri fór at taka við á nýggjárinum.
Og tað verður Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum, sum tekur við eftir Dennis Holm.
Erhard Joensen verður varaborgarstjóri.
Nevndirnar verða mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin: Bjarni Johansen, formaður, Erhard Joensen, næstformaður, og
Dennis Holm, nevndarlimur
Tekniska- og umhvørvisnevndin nevnd: Erhard Joensen, formaður, Levi Mørk, næstformaður og Bárður G. Nielsen, nevndarlimur
Sosiala nevnd: Magnus M. Hjelm, formaður, Levi Mørk, næstformaður, og Jónleyg Eyðunsson, nevndarlimur (tiltakslimur Dennis Holm)
Havna- og vinnunevndin: Marin H. Gaardlykke, forkvinna, Magnus M. Hjelm, næstformaður og Dennis Holm, nevndarlimur
Mentanamálanevndin: Levi Mørk, formaður, Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna og Eyðbritt Krosslá, nevndarlimur
Ungdómsnevnd: Levi Mørk, formaður, Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna og
Eyðbritt Krosslá, nevndarlimur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Til jólaborðhaldið takkaði komandi borgarstjóri, Súni í Hjøllum, fráfarandi borgarstjóranum fyri gott samstarv og trúgva tænastu. Jóhannus Danielsen hevur sitið í bygdarðnum seinastu 12 árini og hevur verið borgarstjóri undnafarnu átta árini.
Á nýggjárinum tekur nýtt bygdarráð og eisini nýggjur borgarstjóri við í Nes kommunu.
Jóhannus Danielsen hevur verið í borgarstjórasessinum í farnu og undanfarnu setu, men hann stillaði ikki upp til valið í november.
Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar, at til jólaborðhaldið herfyri takkaði komandi borgarstjóri, Súni í Hjøllum fráfarandi borgarstjóranum fyri gott samstarv og trúgva tænastu.
Jóhannus Danielsen, sum hevur sitið í bygdarðnum seinastu 12 árini, fekk eina klokku handaða, umframt eina kurv við blomstrum og ymiskum góðgæti.
Eftir nýggjár verður tað Súni í Hjøllum, ið fekk næstflest atkvøður á valinum í november, í tekur yvir sum borgarstjóri í Nes kommunu.
Á aðrari samkomu herfyri var tað fráfarandi borgarstjórin, ið takkaði Niclas Davidsen og Kaj Eli Hansen fyri teirra arbeiði í bygdaráðnum í ávikavist 8 og 4 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Rammuavtala undirskrivað millum Bústaðir og Vága kommunu
Á ársins seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu, varð rammuavtala viðvíkjandi íbúðarbygging í Sandavági, millum Bústaðir og Vága kommunu, samtykt.
Seinasta árið, hava samráðingar verið millum Bústaðir og Vága kommunu, um at byggja íbúðir á Steig í Sandavági. Nógv virksemi hevur verið í býráðnum og í umsitingini, og er endaliga samtytk at taka av upprunatilboðnum um at byggja fimm íbúðir.
Við at undirskriva rammuavtaluna bindir Vága kommuna seg til at rinda fyri liðugtgerð av byggibúningi av matr. nr. 4y.
Tað er West Tec í Sørvági, ið hevur staði fyri prosjekteringini av økinum.
- Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð at Bústaðir skulu byggja íbúðir í kommununi, og gleðast vit um at avtalan er undirskrivað og at arbeiðið kann byrja fyrst í komandi ári, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
J. & K. Petersen hava gjørt sáttmálar við undirveitarar
Á fundi tollaksmessudag hava J. &. K. Petersen gjørt sáttmálar við undirveitararnar í sambandi við byggingina av langhylinum í Havn.
Arbeiðstøkurnar vóru undirskrivaðar við Install, Renovent og Nomatek, og umfata hesar arbeiðstøkurnar el, hvs- og ventilation, og filturskipan.
J. &. K. Petersen vunnu lisitatiónina 1. oktober, og 30. november varð sáttmáli undirskrivaður við Tórshavnar Kommunu.
9. desember loysti Annika Olsen, borgarstjóri, fyrsta flagið, og so var klárt hjá J. &. K. Petersen at fara í gongd við verkætlanina, sum ætlandi skal vera liðug við árslok 2023.
Høvuðstøkusáttmálin er á 147,5 milliónir krónur. Tað er SNA sum hevur teknað og lagt langhylin til rættis.
Í tilgongdini fram ímóti langhylinum hevur Tórshavnar kommuna verið á fundum við altjóða svimjisambandið FINA. Sambandið hevur millum annað samskift við bygginevnd og teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu um staklutir í uppskotinum fyri at taka øll neyðug atlit at krøvum til altjóða kappingar.
Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju fram í tíðina.
Frá vinstru Svend V. Hentze og Jón Dahl frá Install, Hans Jákup Olsen frá Renovent, Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari frá J. &. K. Petersen, og Ragnar Magnussen frá Nomatek
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Arbeiðið hevur verið seinkað – nú er fyrsta skotið latið av
Mánadagin varð fyrsta skotið latið av til nýggju útstykkingina á Fossum í Klaksvík. Verkætlanin hevur verið nakað seinkað, men nú kemur væntandi ferð á arbeiðið, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Í heyst varð bíðað eftir loyvið frá Statens luftfartsvæsen, tí manglandi loyvið førdi við sær, at kommunan ikki slapp av við avgrevsturin, ið skuldi tyrvast nærhendis tyrlupallinum. Loyvið kom í oktober og síðan er ymiskt fyrireikandi arbeiði framt, eitt nú vegurin, ið skal nýtast til tyrvingina.
Mánadagin varð so fyrstað skotið latið av, og roknast kann tí við, at rættilig gongd kemur á útstykkingina í nýggja árinum. Fyrstu metingarnar vóru annars, at fyrsta byggistig varð handað kommununi um ársskifti 2021/22, men í nýggju tíðarætlanini verður roknað við, at nýggju íbúgvarnir á Fossum kunnu fara ígongd at byggja í apríl 2022.
Tað var 18. juni at spakin varð settur í verkætlanina Uppi á Fossum, har tilsamans 91 grundstykki skulu gerast í trimum byggistigum. Tað er SNA arkitekar, sum hava projekterað útstykkingina, og øll verkætlanin fer væntandi at taka áleið trý ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Spf. Voyt átti lægsta tilboðið og fer undir arbeiði alt fyri eitt, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Bygdin Skálafjørður hevur verið nógv umtalað av ymsum orsøkum, og nú er greitt, at har kemur ein nýggj gongugøta.
Talan er um eina gongugøtu á oyruni í Skálafirði fyri at gera tað lættari hjá fólki at koma til og frá stóra sandinum í bygdini, sum verður gjørd alt fyri eitt.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari. Á runavik.fo stendur, at tað leingi hevur verið í umbúna, og at peningur er settur av í ár og næsta ár.
Spf. Voyt í Saltangará átti lægsta tilboðið, og Eyðstein Skipanes og borgarstjórin skrivaðu undir sáttmálan á kommunuskrivstovuni mánadagin
Eyðstein Skipanes frá Voyt saman við Torbirni Jacobsen, borgarstjóra (Mynd: runavik.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
G! Festivalurin setur nú atgongumerki til sølu, men tú rindar ikki fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin til, um festivalurin verður veruleiki
G! Festivalurin í summar varð sum so nógvir aðrir festivalar kring allan heimin avlýstur.
Næsta ár, vóna fyriskipararnir at sleppa at hátíðarhalda 20 ára førðingardagin hjá festivalinum í Gøtu.
Seinasta árið hevur haft nógvar avbjóðingar, fyrst ein avlýsing, síðan korona, og so tann stóra avlýsingin av øllum festivalinum. Tað hevur gjørt, tað trupult at fyrireika 2021 festivalin, men tað hevur eisini gjørt at vit hava haft nógva tíð at laga okkum eftir nýggju støðuni, sum heimurin er í, og nú eru vit klár aftur, verður sagt´i tíðindaskrivi.
Festivalurin setur nú atgongumerki til sølu, men tú rindar ikki fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin verður veruleiki.
Vit arbeiða fram ímóti at gera G! 2021 so vanligan sum møguligt, men um G! festivalurin verður avmarkaður í stødd, fáa tey fyrstu, sum hava keypt atgongumerkið fyrsta rætt til G! 2021, sigur G! festivalurin.
Søla av atgongumerkum til tjalding og húsvognar bíðar til 1. mai.
Enn eru eingi nøvn fyri festivalin kunngjørd, men tað verður komandi tíðina, siga fyriskipararnir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Ein teirra er vælumtókti svenski sangarin og guittarleikarin José Gonzáles
G! Festivalurin í Gøtu kunngjørdi í vikuni fyrstu nøvnini, sum eru á plakatini til festivalin í summar, sum eftir ætlan verður hildin í døgunum 15. til 17. juli.
Talan er um hesi tíggju nøvnini:
José Gonzáles úr Svøríki
Tessa úr Danmark
Eivør úr Føroyum
Busy P úr Fraklandi
MYD úr Fraklandi
Brimheim úr Føroyum
Auður úr Íslandi
Silvurdrongur úr Føroyum
Ghost Notes úr Føroyum
Raske Drenge úr Føroyum og Belgia
Høvuðsnavnið er nokk 42 ára José Gonzáles úr Göteborg í Svøríki. Navnið er argentinskt. Foreldrini flýddu undan harðrendu hernaðarjuntuni, sum ráddi fyri borgum í suðuramerikanska landinum í 1976, tvey ár áðrenn José varð føddur.
Hann hevur drúgvar royndir frá rokkpallinum í Göteborg, men hevur nú stóra viðgongd sum sangari einsamallur við kassaguittari sínum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Rokkbólkurin Hamferð fekk høvi at upptaka eitt videolag við rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum áðrenn hann varð latin upp fyri almenninginum
Tungmálmsbólkurin Hamferð er dugnaligur at fanga serlig høvi at fáa upptikið eitt videolag.
Vit minnast upptøkurnar frá sólarmyrkingini, sum fóru um allan heim í 2015.
Nú hava teir gagnnýtt hugtakandi ljóssetingina og listarverkið hjá Tróndi Patursson kring rundkoyringina í Eysturoyartunnlinum sum bakgrund fyri einum nýggjum videolagi.
Talan er um lagið Evst, sum verður framført í eini aðrari útseting enn teirri upprunaligu. Hetta tí, at teir bert eru tveir mans, sangarin Jón Aldará, og gittarleikarin Theodor Kapnas, eru við í upptøkuni.
Rúni Friis Kjær/Friisframe hvur staðið fyri myndatøkuni, Theodor Kapnas/Kapnas Productions fyri ljóðupptøkunum og Súni Joensen/Steingrund Akustic fyri ljóssetingini.
Hamferð - Evst (live in Eysturoyartunnilin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Sum nýggjan stýrislim hevur landsstýrismaðurin í mentamálum valt Elaine Munthe, ið er dekanur á universitetinum í Stavanger og er professari í pedagogikki; hinir limirnir eru afturvaldir
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett nýtt stýri fyri Fróðskaparsetur Føroya at stjórna stovninum næstu fýra árini.
Í stýrinum eru sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir limir og tey lesandi velja ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er fýra ár, men fyri limin hjá teimum lesandi er skeiðið eitt ár.
Uttannhýsis stýrislimirnir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi, stigi og skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum. Stýrið skipar seg við formanni og næstformanni, sum skulu vera millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Sum nýggjan stýrislim hevur landsstýrismaðurin valt Elaine Munthe, ið er dekanur á universitetinum í Stavanger, og er professari í pedagogikki. Hinir limirnir eru afturvaldir.
Millum málini, sum standa fyri framman eru uttanhýsis eftirmeting av m.a. Námsvísindadeildini og ætlanin at savna Fróðskaparsetrið í eitt sonevnt kampus.
Frá 1. januar 2021 er stýrið soleiðis mannað:
Uttanhýsis limir og varalimir valdir av landsstýrismanninum:
Ólavur Ellefsen, Stjóri í Sp/f Nemlia (afturval)
varalimur: Páll Isholm, cand. mag.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (afturval)
varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur (afturval)
Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
varalimur: Martin Zachariassen, rektari á IT-Universitetet (afturval)
Elaine Munthe. Dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger
varalimur: Anna Kristin Sigurðardóttir, professari á Háskóla Íslands á deildini fyri útbúgving og námsfrøði
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum:
Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði
varalimur: Firouz Gaȉni, professari í antropologi, Søgu- og samfelagsdeildin
Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin
varalimur: Jóhannes Miðskarð, adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, Námsvísindadeildin
Brandur Arnoarson, lesandi á Náttúruvísindadeildini (fyri 2021)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2020
Salurin skal kunna brúkast til alskyns endamál – eisini til morgunsang hjá Vágs skúla og venjing hjá Musikkskúlanum í Vági
Nú verður gamli svimjihylurin í skúlanum í Vági bygdur um til auditorium, sum kann brúkast til konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar og til morgunsang hjá Vágs skúla.
Vágs kommuna skrivar í tíðindaskrivi, at gongd nú verður sett á hesa verkætlan.
Vágs kommuna stovnaði í 2019 egnan musikkskúla, og hevur frá byrjan eisini verið ætlanin, at Musikkskúlin í Vági skal fáa venjingarhølir í Gamla Svimjihyli. Talan verður sostatt um bæði ein sal til framførslur av ymiskum slagi og venjingarhølir til Musikkskúlan í Vági, sum við hesum eisini fer at fáa væl betri umstøður, enn Musikkskúlin hevur í løtuni í Vágs Skúla.
Gamli Svimjihylur hevur skap av einum auditorium, tí svimjihylurin hevur ein grunnan part sum skráðar út í ein djúpan part. Hetta ger eisini, at hølið hevur skap av einum auditorium og tískil er lutfalsliga einfalt at byggja upp.
Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, er uppskot gjørt um broyting av Gamla Svimjihyli til ein sal til framførslur við meiri. Tekniska deild hjá Vágs kommunu hevur síðani arbeitt víðari við ætlanini og eru byggitekningar nú gjørdar lidnar, soleiðis at klárt er at fara ígongd.
Á fíggjarætlanini fyri 2020 er eisini sett játtan av til at keypa inn tilfar, sum skal til fyri at gjøgnumføra fyrsta byggistig, og er hetta tilfarið nú keypt. Játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda áfram í komandi ári.
- Tað hevur verið eitt greitt ynski frá býráðnum tey seinastu árini at uppraðfesta umstøðurnar í Vágs Skúla, soleiðis at tað verða góðar umstøður til at hava framførslur av ymiskum slagi, samstundis sum Musikkskúlin kann fáa góð hølisviðurskifti – og eri eg sera fegin um, at hendan verkætlanin nú er farin ígongd, sigur Dennis Holm, fráfarandi borgarstjóri.
- Við einum auditorium ella sali í Gamla Svimjihyli, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði í fólkaskúla og musikkskúla høpi, og ikki minst í almennum høpi, so verða eisini umstøður til at skapa heilt øðrvísi tiltøk í Vági okkum øllum at frama, sigur borgarstjórin.
Í nýggja salinum verða umleið 200 sitipláss, umframt at tað verða siti- og standipláss á balkongini kring salin og umstøður til rørslutarnað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Talan er um tveir málningar eftir Anker Mortensen, málara og grafikara – Savnið keypti myndirnar í farnu viku
Í juni mánaði í ár var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til keyp av nýggjari føroyskari list. Pf. BankNordik letur í avtalutíðarskeiðnum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á 150.000 krónur.
Henda stuðulsavtalan er sera týdningarmikil fyri savnið, soleiðis at savnið hevur møguleika at fáa til vega nýggj listaverk og harvið fylgja við, hvat rørir seg á hesum øki.
Í síðstu viku keypti savnið fyrstu tvey listaverkini eftir hesum leisti frá listamanninum Ankeri Mortensen.
Anker Mortensen er føddur í 1961 og er málari og grafikari, og hann telist millum tey mest serstøku og týðandi listafólk í Føroyum í dag.
Tann føroyska málningalistin er eyðkend fyri at hava nýtt landslagið sum sítt yndismotiv í mong ár. Men Anker Mortensen fer aðrar leiðir og er soleiðis serstakur í føroyskum høpi. Hann hevur ment sín egna málningastíl. Í málningum sínum leggur hann størri áherðslu á lit enn snið mótvegis tí føroysku siðvenjuni.
Myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur keypt, hava heitini “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” (2019), stødd 140 x 140 cm og “Sólvindur” (2019) stødd, 120 x 150 cm.
Málningarnir bera báðir heitið vindur - tó við ymiskari merking. Motivið í báðum málningunum eru lyrisk og poetisk. Í báðum málningunum eru ymiskir náttúrulitir - bæði sterkir og meira kámir litir, sum skapa eitt livandi litspæl við ymiskum verum í. Listaverkini hjá Ankeri víðka hugflogið hjá áskoðaranum, og ger hann forvitnan, soleiðis eru verkini opin fyri tulking.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Fløgan hjá brøðrunum hevur fingið heiti "Gud, eg eri tín". Tónleikurin er spældur inn í USA - systir Steinbjørn og Eyðun Jacobsen luttekur eisini í einum sangi
Steinbjørn Jacobsen er mest kendur úr politikki. Hann hevur nú saman beiggja sínum, Eyðuni Jacobsen, givið fløgu út. Eyðun er royndur sangari, og hevur áður verið við á fleiri útgávum.
Fløgan, sum hevur fingið heiti "Gud, eg eri tín", inniheldur 14 sangir. Teir flestu verða vanliga sungnir í ymiskum samkomum, og stílurin er fólksligur, siðbundin og hellur til country og southern gospel, verður boðað frá.
Ásbjørg Olsen, ið er systir Steinbjørn og Eyðun Jacobsen, er eisini at hoyra í sanginum "Vend títt eyga á Jesus".
Tónleikurin er innspældur í USA - í Crossroads Studio, sum liggur í Arden í statinum North Carolina. Tað er Jeff Collins, ið hevur staðið fyri tí.
Røddirnar eru innsungnar í upptøkuhølunum hjá Erik Biskopstø í Klaksvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Bókin við stuttum tekstum og fleiri myndum er ætlað til smærri børn. Marta A. Dalsgaard hevur gjørt bæði myndir og tekst
Myndaevnið er um, tá Gud skapti heimin og alt vit síggja í dag. Til hvørja mynd eru stuttir tekstir við ávísing til samsvarandi evni í Bíbliuni. Her kunna foreldur og børn hyggja at myndunum og tosa um evnið, sum umrøtt verður. Møguligt er eisini at finna tekstin í Bíbliuni og lesa saman við barninum.
Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum , sum gevur bókina út, og hon fæst í bókasølum kring landið.
Marta Aðalsteinsdóttir Dalsgaard úr Klaksvík hevur gjørt bæði myndir og tekst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Victor Leksell brýtur niður málforðingar við vælumtókta sangi sínum ‘Svag’
23 ára gamli svenski sangarin, Victor Leksell, fekk beint undan jólum handað norðurlendsku málvirðislønina fyri 2020. Hann fær virðislønina fyri at hava brotið landamørk og málforðingar við sínum sangi og tónleiki, serliga fyri stóra norðurlendska hittið hjá honum ‘Svag’.
Virðislønin varð handað miðskeiðis á Svinesundbrúnni á markinum millum Svøríki og Noreg.
Tað var sangarin Elisabeth “Bettan” Andreassen, sum handaði heiðurin saman við forkvinnunum fyri Foreningen Norden í Noregi og Svøríki, ávikavist Tone Trøen og Åsa Torstensson. Virðislønin er eitt listaverk eftir Per Fronth.
Victor Leksell gjørdist gitin í Skandinavia í ár við sanginum ‘Svag’. Lagið er tað mest spælda á Spotify í Noregi og Svøríki, og eisini mest spældi sangurin á skandinaviskum máli nakrantíð. Við yvir 155 milliónum spælingum, hevur ungi sviin skapt ein nýmótans klassikara.
Norðurlendska málvirðislønin 2020 fer til Victor Leksell fyri at hava broti málforðingarnar. Í niðurlagnum syngur Leksell “Du rivar mina murar”, og tað er júst tað, sum hesin heiðurslønarvinnarin ger við tónleiki sínum. Í eini tíð við stongdum landamørkum hevur Leksell víst á samanhaldið, sum vinst í norðurlendska mentanarsamstarvinum, segði forkvinnan í dómsnevndini, Tone Trøen, forseti fyri stórtingið og forkvinna fyri norrøna felagið í Noregi.
Tað er norrøna felagið í Noregi, sum handar persónum ella felagsskapum henda heiður fyri at hava gjørt eitt serligt íkast fyri at økja um málfatanina yvir landamørk í Norðurlondum.
Tey, ið fyrr hava fingið heiðurslønina eru hesi: Fredrik Skavlan (2010), Timbuktu (2011), Ghita Nørby (2012), Vigdís Finnbogadóttir (2013), Jakob Oftebro (2013), Martti Ahtisaari (2015), sjónvarpsrøðin Skam (2016) Ingvar Kamprad (2017), Sofie Gråbøl (2018) og Inger Nilsson, ið spældi leiklutin sum Pippi Smokkuleggur (2019).
Herundir er leinkja til ein film, har Victor Leksell syngur ‘Svag’ saman við norsku Astrid S júst á Svinesundbrúnni millum Noreg og Svøríki.
Victor Leksell & Astrid S - "Svag"
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Føroysk grein í Oxford University Press um markatrætu í Afrika
Í nýggjastu útgávuni av "Chinese Journal of International Law" er grein hjá Bjørn Kunoy, sum er adjungeraður professari í altjóða lóg á Setrinum og løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum.
Greinin hjá Bjørn Kunoy tekur støði í kritiskari greining av úrskurði í altjóða Havrættardómstólinum í Hamburg í markatrætu millum Fílabeinsstrondina og Ghana. Serliga er tað tann parturin av úrskurðinum, sum viðger undir hvørjum umstøðum lond kunnu leita eftir og troyta kolvetni í umstríddum landgrunnsøkjum, t.e. í økjum, har tvey ella fleiri lond hava umskarandi landgrunnskrøv, ið fær rúmd og viðgerð í greinini.
Bjørn kemur til ta niðurstøðu, at úrskurðurin stendur í andsøgn við úrskurðar hjá altjóða dómstólinum í Haag, umframt eisini við ávísar altjóða gerðarrættarúrskurðir.
Harumframt verður framført, at fatanin hjá dómstólinum í hesum markamáli kann máa burtur av støðufestinum í altjóðarættarligu doktrinini, sum er grundarlagið undir rættinum hjá strandalondum til m.a. at troyta tilfeingi á landgrunninum.
At enda verður mett, at hesin úrskurðurin neyvan fer at verða brúktur sum fordømi hjá øðrum dómstólum í líknandi málum.
Ein samandráttur av greinini hjá Bjørn Kunoy kann lesast her.
Chinese Journal of International Law telist millum leiðandi asiatisku og altjóðarrættarligu tíðarritini og verður útgivið av Oxford University Press.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Spreinging var umborð á einum bretskum fiskiskipi í farnu viku. Allir átta av manningini høvdu fingið løstir, tríggir teirra álvarsligar løstir
Hesa tíðina, meðan tað so við og við verður lagt upp til samanstoytir millum danskar og bretskar fiskimenn um rættin at fiska í bretskum sjógvi aftaná Brexit, er gott at vita, at hjálpsemið og góður sjómansskapur framvegis er í hásætinum, tá tað veruliga stendur á gomlum nøglum.
Tørvur var á skjótari hjálp, tá ein spreinging var umborð á einum bretskum fiskiskipi tætt við Dudgeon Offshore Wind Farm í farnu viku. Talan var møguliga um eina minu, sum var endað í trolinum. Tað skrivar Jydske Vestkysten.
Skiparin á krabbabátinum sendi út neyðarkall, eftir at skipið var farið at leka.
Danska frálandsskipið, Esvagt Njord, var statt nærindis, og sendi beinanvegin Fast Rescue-bátin avstað. Komin til trolaran var greitt, at støðan var nógv verri enn upprunaliga hildið.
Allir átta av manningini høvdu fingið løstir, tríggir teirra álvarsligar løstir. Manningin á bjargingarbátinum sendi beinanvegin boð eftir einum størri “Safe Transfer Boat” frá Esvagt Njord, fyri at fáa løstaðu manningina yvir á danska skipið.
Umborð á Esvagt Njord gav manningin og umboð fyri lokalar kundar, sum vóru staddir umborð, 1. hjálp. Seinni vórðu boð send eftir einari bjargingartyrlu, sum kom eftir teimum trimum harðast skaddu av manningini, og fluttu teir á eitt sjúkrahús í landi.
- Vit eru errin av einaferð enn at gera ein avgerandi mun og tryggja ein eydnusaman enda á einari ógvuliga truplari støðu, sigur Kristian Ole Jakobsen, varastjóri í Esvagt.
Kelda: Antares.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2020
Føroyska reiðaríið Navigare keypti skipið fyri einum mánað síðani. Nú fer tað í sigling
Fyri umleið einum mánaði síðani var handilsskipið Hav Vestlandia keypt, og hevur síðani verið í Pólandi til umbyggingar.
Skipið er bygt um til sjálvlossara og er dagført, so tað er væl egnað til at sigla fyri reiðaríið Navigare.
Skipið er bygt í 2005 og er í góðum standi. Tað lastar 3400 tons og sjey mans vera við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Christian í Grótinum er nú strikaður úr føroyska flotanum
Verksmiðjuskipið Christian í Grótinum, sum hevur havt heimstað í Klaksvík seinastu sjey árini, er selt.
Tað er eitt felag í Grønlandi, sum hevur keypt skipið fyri knappar 124 milliónir krónur, og skipið er handað nýggju eigarunum.
Skipið hevur fingið navnið Tasiilaq, og tað skal avloysa eitt eldri skip við sama navnið, sum varð selt fyrr í ár.
Gamli Tasiilaq var ikki óvanligur at síggja í Føroyum, so spurningurin er um vit ikki fáa nýggja Tasiilaq at síggja rættuliga ofta millum oyggjarnar, hóast skipið er selt til Grønlands.
Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt uppsjóvarskip í Skagen, sum skal handast felaganum í januar 2022, men sum skilst, so fer felagið nú undir at leita eftir einari alternativari loysn inntil nýggja skipið kemur í flotan, soleiðis at kvoturnar hjá Christian í Grótinum kunnu fiskast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2020
ConocoPhillips Skandinavia hevur rakt við olju norðan fyri Heidrunfeltið í Norðsjónum
Hóast mong oljufeløg eru komin og farin hesi seinastu 50 árini, so er tað eitt av oljufeløgunum, sum eftir øll hesi árini hevur varðveitt sítt virksemi á norska landgrunninum og heldur fram at framleiða, leita og finna nýggja olju og gass, nevniliga Phillips.
Amerikanska oljufelagið Phillips Petroleum var eisini tað felagið, sum fyri meira enn fimmti árum síðani sum tað fyrsta gjørdi eitt risastórt oljufund á markinum millum Norra og Danmark, Ekofisk, og sum eisini var tað, ið fekk gongd á norska oljuvinnu, sum í dag hevur gjørt Norra til eitt av heimsins ríkastu londum.
Og framvegis í dag er tað hetta felagið, sum er eitt av lokomotivunum í norsku oljuvinnuni. Herfyri gjørdi felagið, sum í dag ber heitið "ConocoPhillips Skandinavia” aftur eitt stórt fund á norska landgrunninum, tó at tað ikki er nær namind á stødd við Ekofisk. Tað verður eisini mett at vera størsta fundið í Norra í 2020 og goymir millum 75 og 200 mió. tunnur av olju. Nú verða so metingar gjørdar um nágreiniligu støddina og um møguleikarnar fyri at byggja tað út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Nýggj tøkni ger tað møguligt at økja um útvinningina úr 56 prosentum í 62 prosent og leingir harvið um livitíðina við 20 árum
Nýggj tøkni, sum ger, at til ber at fáa nógv meira av olju upp úr undirgrundini enn higartil, hevur fingið norska oljufelagið Equinor til at brúka tríggjar milliardir krónur til at byggja út stóra og søguliga oljufeltið Statfjord á norska landgrunninum.
Sambært Finansavisen skal framleiðslan eftir hesa útbygging kunna økjast við 23 milliónum tunnum av olju. Við hesi íløguavgerðini kann livitíðin hjá Statfjord økjast við 20 árum til 2040.
Norsk oljuvinna, sum liggur greitt á odda, tá talan er um menna tøknina til tess at fáa meira av olju upp úr verandi goymslum í undirgrundini, vil við umrøddu útbygging økja um útvinningina úr 56 til 62 prosent.
Equinor er fyristøðufelag og eigur 32 prosent av feltinum. Petoro eigur 30 prosent, Vår Energi 21 prosent, Spirit Energy 12 prosent, Idemitsu 4,8 prosent og Winthershall Dea 1,4 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Umhvørvisfelagskapir fingu ikki viðhald, tá teir vildu hava Hægstarætt at forbjóða framtíðar oljuleiting í Barentshavinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Vanligt at forsetar eira eina røð av revsifangum áðrenn teir lata lyklarnar til Hvítu húsini víðari til næsta forsetan
Annan dag á rað náðaði Donald Trump, forseti, tollaksmessudag eina røð av fólkum, sum vóru partur av sonevndu Russland-kanningini.
Talan er um fyrrverandi ráðgevar hansara, Paul Manafort og Roger Stone.
Trump hevur nú eirt fýra monnum, sum vóru partur av hesi kanningini, ið snúði seg um at kanna leiklutin hjá Russlandi í sambandi við amerikanska forsetavalið í 2016.
Tveir aðrir lyklapersónar vórðu náðaðir týsdagin, nevniliga fyrrverandi trygdarráðgevin, Michael Flynn og ráðgevin George Papadopoulos.
70 ára gamli Paul Manafort er eitt nú dømdur fyri skattasvik. Hann sleppur nú undan at sita meginpartin av fongsulsrevsingini á sjey og eitt hálvt ár.
Manafort var tann fyrsti av nærmastu ráðgevum Trumps, ið varð ákærdur í sambandi við kanningina.
Roger Stone (Mynd: EPA)
Fyrrverandi ráðgevin, Roger Stone, er dømdur fyri at hava logið undir eiði, men varð longu í summar frítikin fyri revsing. Tað hendi dagin fyri hann skuldi inn at sita dómin.
Stone takkar nú Trump fyri náðanina so at revsingin verður strikað. Hann sigur, at dómurin var politiskur.
Trump náðaði í mikudagin eisini Charles Kushner, ið er húsameklari og pápi versonin hjá Trump, Jared Kushner. Charles Kushner viðgekk í 2004 at hann hevði snýtt í skatti og ólóliga hevði roynt at ávirka vitni.
Týsdagin vóru tað 15 dømdir persónar, sum forsetin náðaði. Í gjár vóru tey 26.
Tað er vanligt í USA, at forsetin ger brúk av rætti sínum at náða ella stytta revsingar hjá dømdum stutt innan hann letur lyklarnar til Hvítu húsini víðari til næsta forseta.
Eitt nú gjørdi Barack Obama brúk av hesum rætti. Fáar dagar áðrenn hann fór úr Hvítu húsunum gav hann 64 fólkum grið upp á ein og sama dag.
Hesin rættur forsetans er ein gamal siður, ið er skrivaður í amerikansku grundlógina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2020
Russiskur fregnartænastumaður lumpaður til at fortelja, hvussu drápsroyndin fór fram
Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, hevur lumpað russisku fregnartænastuna FSB til at viðganga, hvussu hann varð eitraður í august mánaði.
CNN skrivar, at loynitænastumaðurin Konstantin Kudryavtsev, farna mánadag hevði eina telefonsamrøðu við ein mann, sum hann trúði var ein yvirmaður í fregnartænastuni. Men maðurin var Aleksej Navalnyj.
Í samrøðuni avdúkaði Konstantin Kudryavtsev fleiri staklutir um royndina at eitra andstøðingin. Hann segði millum annað, at FSB-fólk framdu ætlanina við at lata eitrið Novichock niður í undirbuksurnar hjá Navalnyj. Heetta fór fram á hotellinum, har hann gisti.
Avdúkingin prógvar, at FSB hevur ligið eftir Navalnyj í fleiri ár. Sjálvur sigur Navalnyj, at hann nú metir málið at vera uppklárað.
- Eg veit nú hvør royndi at drepa meg. Eg veit hvar tey búgva, Eg veit, hvar tey arbeiða. Eg kenni nøvnini á teimum, og loyninøvnini. Eg havi myndir av teimum, sigur Navalnyj í eini video, sum hann sendi út í farnu viku.
Andstøðupolitikarin gjørdist illa fyri undir einum flogtúri í Russlandi fyrr í ár. Hann varð í fyrsta umfari lagdur inn á eitt russiskt sjúkrahús, men varð seinni fluttur til eitt sjúkrahús í Berlin. Hann er framvegis staddur í týska høvuðsstaðnum.
Læknarnir í Berlin staðfestu, at hann var eitraður við Novichok.
Navalnyj er ein at harðastu mótstøðumonnunum hjá Vladimir Putin, forseta. Russiska stjórnin hevur í fleiri umførum víst aftur uppáhaldunum um, at myndugleikarnir stóðu aftan fyri drápsroyndini móti Navalnyj.
Seinast hóskvøldið, tá Vladimir Putin vísti aftur, at FSB hevði nakað við drápsroyndina at gera.
- Um tað vóru russisk fregnartænastufólk, so var Navalnyj ikki á lívi í dag. Høvdu russisk fregnartænastufólk ætlanir um at drepa hann, so høvdu tey gjørt arbeiði sítt liðugt, segði Putin á tíðindafundinum.
FSB er tænastan, sum kom í staðin fyri KGB, ið var loyniliga fregnartænastan hjá Sovjetsamveldinum. FSB er týdningarmesta fregnartænastan í Russlandi fyri innanlands trygd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Ein belgiskur ráðharri legði ein príslista á Twitter, sum tó skjótt var strikaður aftur – Útfrá honum sæst, at koppingarevnið hjá Astrazeneca er tað bíligasta, meðan tað hjá Moderna er tað dýrasta
Higartil hevur keypsprísurin verið loyniligur, men farna fríggjadag kom belgiski ráðharrin í fíggjar- og brúkaramálum, Eva de Bleeker, til at avdúka, hvussu nógv ES skal gjalda fyri tey ymisku koppingarevnini móti covid-19. Tá legði hon nevniliga ein lista á Twitter, har tað varð avdúkað, hvussu nógv tað kostaði at keypa tey ymisku koppingarevnini, sum m.a. Belgia samráðast um at keypa gjøgnum ES.
Hon varð skjót at strika listan av Twitter aftur, men tað var ov seint. Listin er síðani lagdur út av nýggjum á bæði Twitter og aðrar sosialar miðlar.
TV2 hevur deilt listan og útroknað, hvat prísur er per skamt í okkara krónum:
Oxford/Astrazeneca: 1,78 evrur (13,24 krónur)
Johnson & Johnson: 8,50 dollarar (51,59 krónur)
Sanofi/GSK: 7,56 evrur (56,24 krónur)
Curevac: 10 evrur (74,40 krónur)
Pfizer/Biontech: 12 evrur (89,28 krónur)
Moderna: 18 dollars (109,24 krónur)
Útfrá hesum sæst, at koppingarevnini hjá Pfizer og Moderna, sum eisini eru komin longst í góðkenningartilgongdini, eru tey dýrastu, meðan koppingarevnið hjá Oxford/Astrazeneca er væl bíligari enn hini.
Tað er koppingarvenið hjá Pfizer, sum kemur til Føroya eftir jól. Hetta varð avdúkað í tíðindafundi í farnu viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Føroyar eru nú nummar 84 á styrkislistanum hjá FIFA fyri kvinnur
Styrkislistin hjá FIFA fyri landslið við kvinnum varð dagførdur herfyri, og Føroyar eru nú at finna sum nummar 84 í heiminum. Á seinasta styrkislistanum vóru Føroyar á 86. plássi, og sostatt eru føroysku kvinnurnar fluttar tvey pláss fram á listanum.
Framgongdin hjá føroyska liðnum í júst farnu undankapping var eyðsýnd, hóast Føroyar endaðu aftast í bólkinum við ongum stigi. Og tá hugt verður eftir styrkislistanum hjá FIFA er somuleiðis greitt, at fleiri av mótstøðuliðunum í bólkinum hava tikið seg nógv fram seinastu árini.
Noreg var nógv sterkasta liðið í bólkinum, og norsku kvinnurnar teljast framvegis millum heimsins sterkastu landslið á kvinnusíðuni; tær eru í løtuni á 11. plássi, og eru farnar eitt pláss fram samanborið við seinastu styrkismeting. Eisini Wales og Norðurírland eru vorðin sterkari. Wales hevur vunnið seg trý pláss longur upp, og er nú nummar 31 í heiminum, meðan Norðurírland hevur lyft seg frá 55. plássi til 49. pláss a styrkislistanum.
Einasta liðið í bólkinum, sum er farið aftur, er Hvítarussland, sum er farið frá at vera nummar 53, til nú at vera nummar 56 á listanum. Hvítarussland er samstundis tað liðið á listanum, sum er farið mest aftur, meðan Malta hevur havt størstu framgongdina; tær eru fluttar heili 16 pláss upp, og eru nú beint aftanfyri Føroyar á 84. plássi.
FIFA styrkislistin fyri kvinnur sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Danmarks Idrætsforbund hevur nú endaliga váttað, at føroyski rógvarin verður við í hópinum, sum umboðar Danmark til OL í Tokyo næsta summar
Í august í fjør varð greitt, at miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen hevði tryggjað sær pláss til OL í Tokyo, sum skuldi vera í summar.
Orsakað av koronafarsóttini varð avgerð tó tikin um at útseta OL til summarið 2021, og í mars kunngjørdi Danmarks Idrætsforbund, at tey, sum høvdu tryggað sær pláss til leikirnar, ikki fóru at missa tey.
Í vikuni boðaði Danmarks Idrætsforbund so endaliga frá í tíðindaskrivi, at Sverri Sandberg Nielsen er millum tey, sum skulu umboða Danmark í rógving í Tokyo.
– Eg eri sera glaður fyri, at tað nú er endaliga váttað, at eg eri tikin út til OL. Tað verður heilt vist ein stór og øðrvísi uppliving, og eg gleði meg heilt ómetaliga nógv til at umboða Danmark og Føroyar í Tokyo, sigur 27 ára gamli Sverri Sandberg Nielsen.
Sverri Sandberg Nielsen er úr Miðvági, men síðan 2011 hevur hann búð í Bagsværd í Danmark.
Hóast føroyski rógvarin hevur vunnið fleiri heiðursmerki í einskullara í altjóða kappingum seinastu árini, sær hann ikki seg sjálvan sum ein favoritt at vinna OL heiðursmerki.
– Eg hevði sjálvandi ikki brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta, um eg ikki altíð fór eftir sigrinum. Tað fari eg sjálvandi, men tá tað so er sagt, so er OL eitt risatiltak og eitt heilt serligt tiltak, har alt kann henda. Har eru nógv sera sterk nøvn, sum fara at kappast um heiðursmerkini, so tað verður torført, sigur miðvingurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Síðani skulu føroysku menninir til Prag at spæla. Ivasamt er, um áskoðarar sleppa inn til fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini, ið landsliðið nú av álvara er í gongd við at fyrireika seg til
Føroyska manslandsliðið í hondbólti er av álvara byrjað uppá fyrireikingarnar til báðar EM-undandystirnar móti Kekkia.
Dystirnir verða teir fyrstu í undankappingini til EM-endaspælið í 2022. Teir skuldu upprunaliga verða leiktur fyrst í november, men koronastøðan og koronareglurnar í Kekkia forðaðu fyri tí.
Mynd: Hondbóltssambd Føroya
Dystirnir eru lagdir til 6. januar í Føroyum og 9. januar í Kekkia.
Tað vil siga, at um alt gongst eftir ætlan, so vitjar kekkiska liðið, ið skal til HM-endaspælið í Egyptalandi seinni í januar mánaði, í Føroyum um tvær vikur.
Hondbóltssambandið hevur fingið undantaksloyvi til at hýsa dystinum í Høllini á Hálsi. Tað er tó framvegis óvist, um áskoðarar sleppa til dystin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Sonni Larsen og Leivur Mortensen eru bjartskygdir til uppgávurnar móti Kekkia hóast ymsar avbjóðingar. At fleiri U20-leikarar hava vant við, er ein fyrimunur í mun til framtíðina, metir venjarin
Um tvær vikur møtir okkara A-manslandslið Kekkia í Høllini á Hálsi til EM-undankappingardyst. Seinastu dagarnar hava teir bæði havt fysiskar testir og vanliga hondbóltsvenjing. Hetta hevur gingið avbera væl, heldur Sonni Larsen, høvðusvenjari.
- Eitt, ið hevur verið heldur serstakt við venjingunum hesar seinastu dagarnar er, at fleiri av U20-landsliðsleikarunum hava verið við til venjingarnar. Hetta fyri at byrja eina meira natúrliga yvirgongd frá U-landsliði til A-landslið, ið er nakað, ið vit vóna at gera meira av í framtíðini. Hetta kann eitt nú vera ein stórur fyrimunur, um man skuldi verið so óheldigur at verði raktur av skaðum til dystirnar í januar, sigur Sonni Larsen.
Summir leikarar hava ikki vant ella spælt fast í tveir mánaðir, men hóast hetta er landsliðsvenjarin jaligur (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta hevur eisini verið ein fyrimunur, nú fleiri av lyklaleikarunum hava mangla orsakað av sóttarhaldi. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava eisini havt stóra ávirkan hjá flestu leikarunum, ið spæla í útlondum.
- Koronastøðan kann sigast at hava broytt útgangsstøðið eitt sindur. Tað hevur sjálvsagt stóra ávirkan, tá lyklaleikarar ikki fáa verið við til nakað av fyrireikingunum. Sóttarhald og forsamlingsavmarkingar hava órógvað hondbóltin nógv hetta seinasta kappingarárið.
Hetta sigur Leivur Mortensen, ið er ein av leikarunum, sum skulu møta kekkum á vøllinum 6. januar.
- Vit fara at møta einum topptunaðum kekkisum liði, ið kanska ikki hevur havt líka stórar avmarkingar, sum vit hava havt. Hetta í mun til sóttarhald og tílíkt. Vit hava onkrar leikarar, ið ikki hava spælt dystir ella vant við sínum fasta liðið í tveir mánaðar, sigur Sonni Larsen, ið leggur aftrat, at hann hóast umstøðurnar er optimistiskur um avbjóðingina, ið er fyri framman.
Leivur Mortensen er eisini bjartskygdur. Hoyvíkingur heldur, at teir hava møguleika at vinna stig - helst í Høllini á Hálsi.
- Tað er eingin loyna, at tað liggur ein stór og torfør uppgáva fyri framman. Kekkia er ein stór hondbóltstjóð, sum helst eisini er besta liðið í bólkinum. Tá tað so er sagt, ætla vit sjálvandi at royna at vinna stig. Kanska helst á heimavøllinum.
A-landsliðið hjá monnum skal spæla tveir EM-undarkappingar dystir móti Kekkia. Fyrri dysturin verður leiktur 6. januar í Høllini á Hálsi, meðan seinni dysturin verður leiktur 9. januar í Pilzen í Kekkia.
Tíðindaskriv frá Hondbóltssambandi Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Havnar Bóltfelag hevur nú yvirtikið tveir av mest markantu leikarunum hjá B36
Fyri tíggju døgum síðani boðaði Havnar Bóltfelag frá, at Michal Przybylski skiftir frá B36 til HB. Jólaaftan boðði felagið, sum vann meistaraheitið í ár so frá, at tað eisini hevur yvirtikið Stefan Radosavljevic frá grannunum.
20 ára gamli dugnaligi miðvalla- og álopsleikarin Stefan Radosavljevic er upprunaliga TB’ari. Hann er sonur Aleksandar Radosavljevic, sum í 1997 kom til Føroya úr Serbia at spæla fyri TB. Aleksandar hevur eisini umboðað GÍ og Royn í føroyskum fótbólti.
Stefan Radosavljevic er ein at dugnalistu fótbóltsspælarunum, sum TB hevur uppalt hesi seinastu árini. Hann hevur í tvey leikár umboðað B36, og verður nú HB’ari.
Stefan Radosavljevic er skrásettur fyri 10 dystir og fýra mál á føroyska U21-landsliðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2020
27-ára gamli havnarmaðurin skal styrkja um miðvøllinum hjá NSÍ. Tróndur Jensen skiftir úr HB
Fáar tímar eftir at Eysturoyartunniln varð latin upp fyri ferðslu, kunngjørdi NSÍ sín fyrsta styrk til komandi ár, og tað er ein royndur og dugnaligur leikari úr høvuðsstaðnum.
27-ára gamli Tróndur Jensen fekk álvarsaman knæskaða á heysti í fjør og spældi bert átta dystir fyri besta liðið hjá HB farna kappingarár. Tann seinasti var í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti NSÍ. Nú skal Tróndur spæla fyri eitt annað felagið enn barndómsfelagið, ið miðvallarin hevur vunnið FM og steypakappingina við tvær ferðir.
Tað er felagið úr Runavík, sum komandi ár fer at njóta gott av gávunum hjá Trónda, ið byrjaði inni tríggjar ferðir á liðnum hjá Jens Berthel Askou í heyst.
NSÍ kunngjørdi leygardagin, at Tróndur Jensen hevur skrivað undir sáttmála við felagið. Hann verður lýstur sum sera evnaríkur leikari og ein maður við nógvum royndum. Tróndur hevur leikt beint yvir 200 dystir í Betrideildini, steypakappingini og evropeiskum kappingum samanlagt. 10 av teimum hava verið við AB - restin við HB sum eisini hevur mist Mathias Nygaard og møguliga heldur ikki hevur Mikkel Frankoch í hópinum til komandi ár.
NSÍ endaði í fjør á 2. plássi í Betrideildini - seks stig aftanfyri júst HB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
27 ára-gamli miðvallarin við 128 dystum í Betrideildini er ársins jólgáva til ÍF-fjepparar - eftir tvey ár í útlegd verður heimavøllurin hjá Boga aftur í Fløtugerði
Fyri einum mánaði síðani kunngjørdi ÍF fyrstu tilgongdirnar til komandi kappingarár. Talan var um klaksvíkingarnar Steinbjørn Olsen og Ólav Niclasen.
Nú hevur ÍF kunngjørt meira styrk, og talan er um ein gamlan kenning. Bogi Reinert-Petersen er uppvaksin í felagnum, og spældi frá 2013 til og við 2018 við besta liðnum hjá ÍF.
Í eitt og hálvt ár hevur arbeiðssami miðvallarin spælt 36 dystir fyri Víking, men nú fer hann yvirum Varmakeldueið aftur. ÍF kunngjørdi týsvøldið, at ársins jólagáva til allar ÍF fjepparar er, at Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við felagið.
Bogi hevur sambært Farosoccer spælt 128 dystir í Betrideildini. Hann hevur eisini millum annað spælt í tveimum steypafinalum og í fýra Europa League-dystum.
Fuglfirðingurin verður komandi ár at síggja á miðvøllinum saman við millum annað Karl Løkin. Óvist er, um Hákun Edmundsson, ið spældi 25 dystir fyri ÍF í fjør heldur fram í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
27-ára gamli danski áleyparin hevur verið í Føroyum seinastu fimm árini, og var toppskjútti hjá B36 í øllum kappingum í ár við 17 málum
B36 hevur mist Árna Frederiksberg og Michal Przybylski til ávíkavist KÍ og HB í vetur. Meinhard Olsen fór til Svøríkis í summar, og tað tykist heilt greitt, at Sonni Ragnar Nattestad ikki haldur fram. Umframt hetta eru ivamál um og Stefan Radosavljevic og aðrar leikarar, sum í ár og seinastu árini hava verið í hópinum.
Tí eru tað sera góð tíðindi fyri B36-fjepparar at fáa nú undan jólum, at 27-ára gamli toppskjúttin frá 2020 heldur fram. Sebastian Pingel kom til felagið í 2016, var síðani í HB í trý ár, áðrenn orkuríki og ágangandi áleyparin kom aftur til B36.
Danin skoraði 13 mál í Betrideildini í ár og skoraði trý mál í fýra evropeiskum dystum - tvey góð og ógvuliga týdningarmikil mál við høvdinum í sigrinum á Levadia Talinn á Tòrsvølli men eisini eitt sera gott mál í Sofia móti bulgarska stórfelagnum CSKA Sofia.
Sebastian Pingel hevur góð tøl í júst evropeiskum dystum - tíggju mál í fýra dystum - og hevur samanlagt spælt 113 dystir og skorað 45 mál fyri føroysk feløg í øllum kappingum.
Sáttmálin, sum partarnir nú hava skrivað undir uppá, er galdandi fyri 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Tíðin hjá Gilla Rólantssyni í Brann Bergen er av eftir beint yvir fýra ár og 111 dystir. Nú leitar 28-ára gamli tvøramaðurin og landsliðsleikarin eftir nýggjum møguleikum uttan fyri landoddarnar
Undanfarna mikudag spældi hann 90 minuttir í 1-1 javnleikinum móti Start, og í leygardagin takkaði Gilli Rólantsson Sørensen fyri seg í Brann Bergen. Hann legði fylgjandi boð út á sosialu miðlarnar.
"Jeg har en følelse av ubetinget takknemlighet for en uforglemmelig tid i Bergen, hvor alle har tatt imot meg med åpne armer. Jeg har prøvd å gi alt for klubben og byen hver eneste dag, og det har vært et privilegie å få lov til å være en del af denne flotte klubben. Til alle spillere, trenere, ledere, fans, samt alle som har vært en del av Brann - takk for en fantastisk tid. Hold hodet høyt, og fortsett å tro på at det beste fortsatt ligger foran os.
4,5 år - 111 kamper og mange andre fantastiske minner, oppturer som nedturer, tar jeg med meg videre nå! Tusen hjertelig takk alle."
Landsliðsleikarin hevur havt fleiri góðar løtur í reyðu troyggjuni, millum annað tá hann skoraði móti Rosenborg, og nøkur tíðarskeið við fastari spælitíð á vonginum.
Men tað hava, sum vera man, eisini verið tungar løtur. Í ár hevur tvøramaðurin bert spælt 13 dystir samanlagt fyri Brann. Hann varð smittaður av korona í august, og hetta órógvaði sjálvandi. Gilli fekk tó umboðað Føroyar í seks dystum seint í heyst og hevur nú leikt 41 A-landsdystir.
Gilli Rólantsson er 28 ára gamal og er harvið í, ella á veg í, tað sum kann metast sum besti fótbóltsaldur. Søgur hava gingið um, at hann fer at leita sær til Føroya at spæla til komandi kappingarár, og KÍ hevur verið nevnt, sum eitt møguligt nýtt felag.
Men Gilli sigur við Portalin, at hann ongar ætlanir hevur um, at venda nøsina heim:
- Eg verði 100 prosent verandi uttanlands, og eg vóni at sleppa út um Skandinavia at spæla
Tvøramaðurin, sum áður millum annað hevur leikt við AaB í Danmark, fær í løtuni ikki sagt meira um, hvørjir ítøkiligir møguleikar eru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Royndi miðvallarin skal royna at hjálpa felagnum upp í Betrideildina aftur. Skála hevur eisini fingið Tóra Traðará og Pedro Tarancon í hópin, og hevur fingið ungan fysiskan venjara
Skála hevur fyri kortum kunngjørt tveir nýggjar leikarar, sum hava skrivað undir sáttmála fyri koamandi ár. Talan er um ein 24-ára gamlan málverja úr Fuglafirði og ein 35-ára gamlan spanskan verjuleikara.
Felags fyri Tóra Traðará og Pedro Trancon Anton er, at teir einki spældu á høgum støði í fjør. Tóri hevur seinastu tvey árini verið darvaður av skaðum - serliga av einum krossbandsskaða - men sat á bonkinum sum eykmálverji hjá ÍF tveir triðingar av dystunum í ár og spældi annars við næstbesta liðnum sum var í 3. deild.
Tóri Traðará hevur spælt seks dystir í Betrideildini men hevur fyri tað mesta spælt í deildini, har Skála er nú: Málverjin er skrásettur fyri 40 dystir í 1. deild - teir flestu í 2018 har hann var við at fáa ÍF upp í Betrideildina aftur.
Tóri í dysti í 1. umfar í 2019 Sarpugerði. Har stóð málvejrin sera væl men fekk ein skaða í økslina (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tóri Traðará saman við formanninum hjá Skála - Inga Hansen (Mynd: Skála)
Pedro Tarancon Anton hevur eisini umboðað ÍF. Tað var í seinnu hálvu í 2017. Annars hevur Pedro spælt 81 dystir fyri B68 síðani 2016 - teir flestu í 1. deild. Seinasta vetur skrivaði spanski verjuleikarin sáttmála við AB, men orsakað av trupulleikum við uppihalds- og leikaraloyvi spældi Pedro bert ein 1. deildardyst við felagnum á Argjum.
Nú verður hann at síggja í appelsinlittum.
Niels Pauli tekur fjórða árið á Skála - yngri halda fram
Leygarkvøldið skrivaði Skála soleiðis á Facebook-síðu sínari:
- Vit eru fegin at kunna kunngera, at Niels Pauli Danielsen eisini spælir við Skála komandi ár. Niels Pauli má sigast at vera ein av veteranunum í føroyskum fótbólti. Sambært Faroesoccer hevur hann luttikið í 235 dystum í bestu deildini umframt eina rúgvu av øðrum dystum. Hetta verður fjórða kappingarár hjá Niels Paula á Skála. Og vit fegnast um at hava Niels Paula í hópinum, nú vit fara at taka eitt ár í næst bestu deildini við fokus á at flyta upp aftur komandi kappingarár.
Áhugi var fyri 31-ára gamli klaksvíkinginum frá feløgum í Betrideildini, men miðvallarin ið spældi allar dystirnar uttan ein fyri Skála farna kappingarár verður ein lyklaleikari hjá teimum appelsinlittu í 1. deild.
Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Andreas Egeberg Jacobsen skrivaðu í september undir tvey-ára sáttmálar (Mynd: Skála ÍF)
Sum skilst er eisini møguleiki fyri, at Teitur Reinert Joensen og Pætur Dam Jacabsen fara at taka eitt tak fyri felagið aftur komandi ár.
Fyri Skála var tað eisini sera umráðandi at tryggja sær undirskrift frá fleri av teimum ungu og evnaríku leikarunum í heyst: Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Andreas Egeberg Jacobsen halda allir fram í barndómsfelagnum, og tað gera Jákup Joensen, Karl Martin Johansen, Djóni Jansson Petersen, Dávid Johansen og Hanus Mikkelsen eisini. Teitur Poulsen hevur eisini skrivað undir nýggjan sáttmála við Skála, men óvist er, um 19-ára gamli strandingurin fær spælt nakað komandi ár, orsakað av ógvusliga beinbrotinum hann fekk í dysti móti HB í mai.
Hava longt við málmansvenjara og sett fysiskan venjara
Sorin Anghel skrivaði í oktober undir sáttmála fyri komandi ár. Nú er greitt, at 56-ára gamli rumenski málmansvenjarin, Eugen Voda, eisini verður í venjaratoyminum í 2021. Landsmaðurin hjá Sorini vardi málið hjá besta liðnum hjá Skála 67 ferðir - millum annað í 10 dystum í 2005, tá tað gekk heilt væl hjá Skála.
Eugen hevur arbeitt saman við Sorini í trimum ymiskum feløgum, og teir komu saman til Skála fyrst í august.
Ronja Joensen saman við Inga Hansen (Mynd: Skála)
Eitt nýtt andlit verður eisini í venjaratoyminum. Talan er 22-ára gomlu Ronju Joensen. Hon er av Skála, hevur útbúgving frá Fitness Institute í Danmark og starvast til dagligt sum persónligur venjari og kostráðgevi hjá Burn Fitness.
Ronja verður knýtt at hópinum sum fysiskur venjari, og væntandi fer hetta at geva spælarunum eitt lyft á tí fysiska økinum umframt at virka skaðafyribyrgjandi, skrivar Skála. Ronja Joensen er longu farin í gongd - hon hevur seinastu tvær vikurnar arbeitt við hópinum.
Pauli G. Hansen heldur ikki fram sum hjálparvenjari hjá Skála.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Kviki ungi maðurin hevur verið plágaður av skaðum men hevur havt fleiri serligar løtur í hvíta búnanum, og hann kann gerast ein umráðandi brikkur hjá Dan Brimsvík
Tað var hann, sum kom inn í steypafinaluni móti HB í 2018 og javnaði í yvirtíðini, tá B36 leikti við bert níggum monnum. B36 vann finaluna eftir brotssparkskapping. Hann kom inn í Europa League dystinum á Tórsvølli móti Levadia Tallinn í august, skapti órógv og skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini.
Samanlagt hevur 21-ára gamli Hannes Agnarsson spælt 82 dystir fyri besta liðið hjá B36, og sera skjóti vongurin hevur skorað ellivu mál fyri barndómsfelagið. At talan ikki hevur verið um fleiri dystir enn teir 82, eru skaðar orsøkin til. Summi ár síðani gjøgnumbrotið í 2016 hevur Hannes spælt heldur lítið, tí hann ikki hevur verið tøkur.
Í ár var Hannes Agnarsson við í 21 dystum hjá besta liðnum, og tað var serliga í omanfyri nevnda evropeiska dysti, at hann gjørdi vart við seg. Nú hava partarnir longt samstarvið, so tað er galdandi fyri 2021 eisini. So er spurningurin, um Hannes veruliga megnar at bíta seg fastan á liðið hjá Dan Brimsvík, og um hann sleppur undan vøddaskaðum og øðrum, ið hava lagt meinbogar í vegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Hann kemur úr triðbestu deildini í Noreg
Bob Sumareh hevur undirskrivað ein eitt árs sáttmála við KÍ, boðaði felagið frá jólakvøld.
Sumareh kemur úr felagnum Egersund í triðbestu norsku deildini, har hann hevur spælt síðan 2017.
Í síni tíð í Egersund hevur áleyparin spælt 95 dystir og skorað 56 mál, skrivar KÍ.
Hann er 29 ára gamal og kemur úr Gambia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2020
26-ára gamli danin hevur seinastu tvey árini spælt við Skála, og skuldi skifta til B36. Ístaðin skal hann royna at styrkja um álopskenda partin hjá EB/Streymi, ið eisini hevur longt við Ragnar Danielsen og roynir at fáa Rógva Egilstoft aftur
Hann kom til KÍ í 2018, og skoraði millum annað eitt gott mál í Europa League-dysti í Vilnius. Samstarvið helt tó ikki árið út, og Ronni Møller-Iversen endaði í 2019 á Skála.
Kantspælarin gjørdist toppskjútti hjá Skála við átta málum. Í ár hevði hann ikki eins stóra ávirkan, men skoraði tvey mál ið kundu verið við til at bjarga Skála. Tað eydnaðist ikki, men tað hevur ligið í luftini eina tíð, at Ronni, ið er búsitandi í Klaksvík, fór at halda fram í Betrideildini.
Ronni hevur her skorað til 1-1 fyri KÍ í dystinum móti Zalgiris Vilnius (Mynd: Sverri Egholm)
Ein sáttmáli við B36 var sum skilst komin upp á pláss áðrenn venjaraskiftið har, men tað varð til einkis, og ístaðin skal Ronni komandi ár spæla við EB/Streymi. EB/Streymur boðar á heimasíðu sínari frá, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2021.
- Eg gleði meg nógv til at blíva partur av EB/Streymi, sum eg havi hoyrt nógv gott um. Eg havi fingið eit positivt inntrykk av leiðsluni bæði á og uttanfyri vøllin, og gleði meg at blíva partur av einum leikarahópi, sum í nógvar mátar er í einari spennandi tilgongd.
Ronni í bláum og svørtum saman við formanni EB/Streyms, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)
Hetta sigur 26-ára gamli danin við ebstreymur.fo. Hann hevur seinastu trý árini leikt 83 dystir við føroyskum liðum og hevur skorað 14 mál. Ronni Møller-Iversen skal royna at betra um álopspartin hjá EB/Streymi - farna kappingarár fekk liðið 27 mál í 28 dystum.
Ragnar og Rógvi
Á Skála var Ronni Møller-Iversen liðfelagið við millum aðrar Aksel Bjartalíð Danielsen og Niels Paula Bjartalíð Danielsen. Tað er ávíkavist yngri og eldri beiggi Ragnar Bjartalíð Danielsen, sum skjótt fer undir sítt sjeynda ár í EB/Streymi.
Felagið boðaði seinasta hóskvøld frá, at 28-ára klaksvíkingurin hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Ragnar er upprunaliga vongur men hevur spælt teir flestu av sínum 155 dystum fyri felagið á bakkinum. Ragnar B. Danielsen hevur skotið 20 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi - umleið helmingurin er við brotsspørkum.
Ragnar B. Danielsen í dysti móti TB (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur megnaði ikki at fáa fatur á Jan Ellingsgaard, ið eisini verður í reyðu ÍF-tryggjuni komandi ár. Tað fer tó helst at eydnast at fáa ein annan sterkan vinstrabeintan leikara í hópin. Rógvi Egilstoft hevði eitt gott kappingarár í NSÍ, men nógv bendir á, at komandi borgarstjórin á Eiði eisini fer at hava Eiði sum sín fótbóltsheimavøll komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Fyri fyrstu ferð síðani 2015 skal Salmundur Bech hava heimavøll á Eiðinum. Harvið skal 24-ára gamli miðvallarin, sum umboðaði besta liðið hjá NSÍ 21 ferðir farna kappingar, spæla í 1. deild í 2021
Eftir kappingarárið í 2015 skifti hann frá niðurflutta FC Suðuroy til TB. Í 2016 spældi hann í sebralittu blusuni, og tvey tey næstu árini við felagsliðnum TB/FCS/Royn. Har gjørdi Salmundur Bech vart við seg á miðvøllinum, og áhugi var frá fleiri feløgunum norðanfjørs.
Tað gjørdist tó til einkis, tí Salmundur fekk ein álvarsaman knæskaða. Farna vetur skrivaði hann so undir við NSÍ, og spældi 21 dystir undir Glenn Ståhl, eftir at hann var komin fyri seg, og orkuríki og sterki miðvallarin stóð seg væl.
Nú er greitt, at porkeningurin verður aftur “á Eiðinum”. Salmundur Bech og FC Suðuroy hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2021 - tað boðaði felagið frá tollaksmessukvøld. Harvið skal l 24-ára gamli spælarin við júst 100 dystum í Betrideildini spæla í 1. deild komandi ár - einari deild ið hann hevur spælt 50 dystir og skorað 12 mál í.
Hetta er ein sonn jólagáva fyri FC Suðuroy-fjepparar. Felagið, har Salmundur er uppvaksin (eisini spælt við VB og VB/Sumba), er júst flutt upp úr 2. deild.
Fyri stuttum er málverjin Rani Nolsøe Johannesen eisini komin aftur til felagið. Hann hevur verið í Danmark í nøkur ár
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
45-ára gamli serbin skal royna at byggja upp av nýggjum saman við Kára Nielsen, Rógva Nónsgjógv Poulsen og Heðini Stenberg, sum koma at manna venjaratoymið á Argjum
AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi, og á Argjum metir man, at hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og at rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic.
Hetta skrivar AB á heimasíðu sínari í dag.
Dimitrije kom til Føroyar í 2008 - til VB/Sumba - og er ikki á nakran hátt ókendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið hjá AB. Maðurin, ið vanliga verður nevndur Dimi, kom til felagið í 2013.
Síðani 2017 hevur 45-ára gamli serbin verið virkin sum venjari í vaksnamannadeildini í felagnum. Í 2017 og 2018 var hann hjáparvenjari hjá besta liðnum, og í summar yvirtók Dimitrje 1. deildarliðið, sum var um reppið at yvirliva í deildini.
- Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag. AB vann steypakappingina í U21 deildini í ár. Hesir unglingar banka nú uppá í 1. deild. Við Dimitrije Jankovic á odda hevur ungi hópur okkara ein kempara, sum megnar at menna og betra liðið umframt hvønn einstakan leikara, soleiðis at AB skjótast gjørligt hevur eitt lið aftur í betri deildini.AB skal nú byggja eitt sterkt og støðugt manslið upp. Felagið er í framgongd, hóast ítróttarliga úrslitið hjá monnunum hevur gingið okkum ímóti.
Hinir í venjartoyminum hjá besta mansliðnum eru eisini heilt væl kendir í felagnum. Kári Nielsen verður hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen, sum er høvuðsungdómsvenjari og sum hevði ábyrgdina av besta liðnum seinastu dystirnar í ár, verður fysiskur venjari og hjálparvenjari, Heðin Stenberg heldur fram sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum leikarar og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2020
Jón Simonsen og Jan Poulsen koma at standa á odda hjá Betri kvinnunum hjá B36 í 2021
Seinastu trý kappingarárini hevur Súni Olsen staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá B36. Samstarvið millum partarnar er komið at endað í vetur, og nú hevur B36 sett nýggjan høvuðsvenjara.
Talan er um 47-ára gamla Jón Simonsen. Hann hevur drúgvar royndir í venjarayrkinum og virkaði eisini í felagunum farna kappingarár, tá Jón var venjari hjá U17-dreingjunum.
Jan Poulsen í ovfærakæti undir einari ungdómsfinalu (Mynd: Sverri Egholm)
Greitt er eisini, at Jan Poulsen heldur fram sum hjálparvenjari. Jan hevur í nøkur ár verið knýttur at gentu- og kvinnusíðuni hjá B36.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði tíggju mál í tætta og málfátæka dystinum. VÍF vann við tíggju málum á StÍF, og Team Klaksvík hongur í topp-fýra stríðnum eftir sigur á Kyndli
Eftir dystirnar í Burn-deildini farna leygardag, er steðgur í kappingini í yvir tveir mánaðir. Í januar fer steypakappingin í gongd.
Sí úrslit og toppskjúttar og les um dystirnar niðanfyri.
Burn menn
14. umfar - 19. desember
Team Klaksvík - Kyndil 27-23 (12-9)
Toppskjútti: Vuk Stevanovic 10 mál
Team Klaksvík hevði tørv á at vinna dystin fyri at hanga í KÍF, og hóast spælið ikki koyrdi sum smurt og toppskjúttin í deildini, Valentino Valentakovic, varð hildin til tvey mál, so vóru klaksvíkingar stinnari enn botnliðið.
Kyndil hevur annars fingið síni fýra stig í ár ímóti júst Team Klaksvík, og hevði styrkt seg til dystin við Tórði Guttesen, ið hevði nógvar góðar bjargingar, og Bartali Klein Olsen.
Heimaliðið bygdi eina leiðslu upp í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki. Teir í grønum royndu at koma nærri í 2. hálvleiki, men gott spæl frá Vuk Stevanovic, nýggja kroatiska málverjanum - David Heinigman - verjuni hjá Team Klaksvík sum heild, og ov nógvar tekniskar villur forðaðu fyri tí.
Beinir Johannesen - her í dystinum í fyrsta umfari sum Kyndil vann 25-23 - spældi væl og var tryggur uppá øll síni trý brotskøst (Mynd: Jens Kr. Vang)
Neistin - KÍF 22-23 (10-13)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál, Rasmus Søby 7 mál
Eftir at kollfirðingar tóku leiðsluna tíggju minuttir fyri hálvleik á Hálsi, sleptu teir henni ongantíð. Hans Eli Sigurbjørnsson gekk, sum ikki einaferð, á odda. Bakkurin skoraði tíggju ferðir, og hóast KÍF ikki skoraði seinastu fimm minuttirnar - tað komu ikki meira enn 45 mál í dystinum - so bar tað á mál hjá Hans Eli og liðnum sum royndir at halda fast í 4. plássinum og samstundis nærkast Neistanum.
Nú eru bert tvey stig ið skilja liðini, og frástøðan hjá KÍF niður til Team Klaksvík er hin sama. Hetta var annað tapið á rað hjá Neistanum.
Mynd: Sverri Egholm
VÍF - StÍF 36-26 (16-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Pætur Johansen 8 mál
StÍF var við til miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá kom VÍF á +5 og næstu tíggju minuttirnar varð leiðslan tvífaldað. Harvið vunnu vestmenningar trygt og løgdu seg á odda í deildini.
Filip Jojic var stóri maðurin hjá heimaliðnum við tólv málum - einum fjórðingi av teimum 36.
Filip Jojic og VÍF fóru framvið H71 á stigatalvuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Støðan
VÍF 22 *
H71 21 *
Neistin 17
KÍF 15
Team Klaksvík 11
StÍF 6
Kyndil 4
*Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Vestmannakvinnur skoraðu bert fimm mál fyri stegðin. Neistin vann stórsigur á VB, og Kyndil fekk tvey stig við úr Klaksvík
Fult umfar í SMS-deildini í hondbólti fyri kvinnur varð leikt síðsta leygardag. Kyndil og Neistin vunnu favorittsigrar, meðan StÍF vann í tí á pappírinum mest spenanndi dystinum.
Hetta er ein týðandi sigur fyri kvinnurnar av vestara armi av Skálafjørðinum.
Eitt umfar verður 3. januar. Síðani fer steypakappingin í gongd. Sí úrslit og toppskjúttar og les um dystirnar niðanfyri.
SMS kvinnur
13. umfar - 19. desember
Stjørnan - Kyndil 20-26 (11-12)
Toppskjútti: Bára Krossteig Hansen 8 mál
Í Klaksvík vitjaði oddaliðið Kyndil, og harvið var tað toppur móti botni. Í fyrra hálvleiki leikaði heilt javnt á, og Stjørnan hekk væl við - eisini nakað inn í 2. hálvleik - serliga orsakað av góðum verjuspæli.
Sum dysturin leið gjørdi heimaliðið tó ov nógv mistøk, Kyndil var kyniskari og vann við seks málum. Tað var við Súnu K. Hansen, ið ikki kundu spæla við fullari meg orsakað av knætrupulleikum
Natasja Hammer sat hesaferð uttanfyri við skaða (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Neistin - VB 32-17 (14-8)
Toppskjútti: Marjun Danberg 9 mál
Myndir frá dystinum
Í Høllini á Hálsi var eingin ivi. Neistin hevði eina leiðslu á seks mál í hálvleikinum, og bygdi av álvara uppá hana í 2. hálvleiki.
Munurin gjørdist heili 15 mál og harvið nærkaðist heimaliðið H71 á stigatalvuni. VB er framvegis ikki so langt frá 4. plássinum.
Ingun Person skoraði sjey mál í 15-máls sigrinum hjá Neistanum á VB (Mynd: Sverri Egholm)
VÍF - StÍF 19-22 (5-13)
Toppskjútti: Haruka Gima 10 mál, Ingibjørg Olsen 9 mál
Fimm mál. Tað var alt, sum VÍF fekk í 1. hálvleiki ímóti StÍF. Heimaliðið var annars á odda 2-0, tá tveir minuttir vóru leiktir, men so kom ein turkur á heili 20 minuttir - í tí tíðarbilinum fekk VÍF fleiri útvísingar.
Tá VÍF skoraði aftur, var StÍF á odda 12-2, og hóast vestmannakvinnur komu fyri seg í endanum av 1. hálvleiki og í 2. hálvleikinum og fingu spenning í aftur, so varð munurin ongantíð minni enn tvey mál.
Harvið fór StÍF fram um VÍF á stigatalvuni, og hevur nú 4. plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar. Haruka Gima, toppskjúttin í SMS-deildini, gekk, sum ikki einaferð, á odda fyri StÍF.
Støðan:
Kyndil 22 stig
H71 19 stig *
Neistin 18 stig
StÍF 11 stig
VÍF 10 stig
VB 8 stig
Stjørnan 2 stig
*Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
Bakkurin hjá VÍF hevur 112 mál - trý fleiri enn Valentino Valentakovic hjá Team Klaksvík. Haruka Gima úr Japan er framvegis toppksjútti hjá kvinnum. StÍF leikarin hevur 113 mál í 13 dystum
Nú er steðgur í landskappingunum í hondbólti. Kvinnurnar spæla eitt umfar fyrst í januar - mansdeildin liggur still til síðst í februar. Steypakappingarnar verða leiktar í januar og februar.
Steypaskráin er í løtuni til hoyringar hjá feløgunum. Hon kemur út millum jól og nýggjár.
Til tá ber millum annað til at líta eftir toppskjúttalistunum. Ásbjørn Nielsson Nattestad hevur nú gjørt teir upp. Greitt er millum annað, at ein broyting er í oddinum hjá monnum.
Valentino Valentakovic hevur verið á tindinum, men kroatin skoraði bert tvey mál í sigrinum hjá Team Klaksvík á Kyndli sunnudagin. "Tino" hevði trupulleikar við økslini, og tá Filip Jojic samstundis skoraði 12 mál í tíggju-máls sigrinum hjá VÍF á StÍF í Vestmenna, so legði hann seg á odda við toppskjúttalistanum í Burn-deildini.
Hetta er als ikki nakað nýtt hjá Filipi, sum fyrst í komandi ári skal umboða Føroyar á fyrsta sinni. Filip hevur skotið 15 mál fleiri upp á brotsskøst enn Valentino, sum tó hevur leikt ein dyst fleiri.
Rói Ellefsen á Skipagøtu til European Open í Göteborg seinasta summar. Hann hevur skorað 75 mál í Burn-deildini í ár (Mynd: Harald Bjørgvin)
Tað er eisini millum annað áhugavert at síggja 17-ára gamla Róa Ellefsen á Skipagøtu hjá H71 ovarlaga á listanum. Hann er bróðir Elias á Skipagøtu og hevur tikið ábyrgd og gjørt vart við seg higartil í kappingarárinum.
Her eru teir 11 leikararnir í Burn-deildini, ið eru komnir upp um 60 mál:
Navn | Eftirnavn | Lið | Mál | Mál uppá brotskøst |
Filip | Jojic | VÍF | 112 | 21 |
Valentino | Valentakovic | Team Klaksvík | 109 | 6 |
Hans Eli | Sigurbjørnsson | KÍF | 98 | 12 |
Rasmus | Søby | Neistin | 87 | 19 |
Pætur | Johansen | StÍF | 82 | 16 |
Rói | á Skipagøtu | H71 | 75 | 13 |
Julian | Kragesteen | Neistin | 71 | 4 |
Anders | Risdal | Kyndil | 66 | 20 |
Vuk | Stevanovic | Team Klaksvík | 64 | 12 |
Peter | Krogh | H71 | 61 | 3 |
Julian | Olsen | VÍF | 60 |
Støðan
VÍF 22 *
H71 21 *
Neistin 17
KÍF 15
Team Klaksvík 11
StÍF 6
Kyndil 4
*Ein dyst færri
Hjá kvinnum hava tríggir leikarar skorað fleiri enn 100 mál. Haruka Gima er framvegis á odda, men Marjun Danberg hevur eisini av álvara gjørt um seg í ár. Bert sjey av teimum 107 málunum hjá Neistaleikaranum eru komin við brotsskasti. Agnas Olsen hevur eisini 107 mál - spælskiparin hjá VÍF hevur 43 úr sjey metrum og hevur, eins og Filip Jojic, skorað uppá beint yvir 91 prosent av brotskøstunum.
Haruka Gima, som kom til Føroya í fjør, hevur av álvara verið ein styrkur hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
Leikarar, sum ikki hava verið at sæð so ovarliga á listanum undanfarin kappingarár, eru Ingibjørg Olsen - systir Agnas Olsen - og Sólbjørt Høj úr Neistanum.
Teir 13 leikararnir í SMS-deildini, ið hava skotið yvir 60 mál:
Navn | Eftirnavn | Lið | Mál | Mál uppá brotskøst |
Haruka | Gima | StÍF | 113 | 28 |
Marjun | Falkvard Danberg | Neistin | 107 | 7 |
Agnas | Olsen | VÍF | 107 | 43 |
Maria | Halsdóttir Weyhe | H71 | 95 | 27 |
Vladana | Lazendic | VB | 85 | 9 |
Ingibjørg | Olsen | VÍF | 76 | 14 |
Sólbjørt | Høj | Neistin | 67 | |
Bára | Krossteig Hansen | Kyndil | 66 | 40 |
Karina | Berg Høgnesen | StÍF | 63 | 5 |
Turið | Arge Samuelsen | Kyndil | 61 | 2 |
Katrin | Bertholdsen | Stjørnan | 61 | 29 |
Ingun Kristina | Persson | Neistin | 60 |
Støðan:
Kyndil 22 stig
H71 19 stig *
Neistin 18 stig
StÍF 11 stig
VÍF 10 stig
VB 8 stig
Stjørnan 2 stig
*Ein dyst færri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2020
Strandingurin gjørdist eisini avgerandi við málinum til 26-25 í seinasta álopinum. Føroyingafelagið kom harvið fram við júst Sandefjord á stigatalvuni og heldur jól á næstaftasta plássi
Hann varð noyddur at fara beinleiðis til Føroya eftir dystin móti stórfelagnum Elverum av persónligum ávum. 24-ára gamli strandingurin, Kjartan Johansen, sum spælir við Viking í Noregi, varð tó ikki verandi leingi, men orsakað av vaksandi koronatilburðum í Føroyum og sóttarhaldsreglunum í Noreg kundi hann ikki flúgva til landi í vanligum flogfari.
Leiguflogfar var heldur dýrt fyri Kjartan og Viking Stavanger, so familjan hjá landsliðsleikarunum fann uppá ráð, og fann eitt skip, sum skuldi til Noregs við farmi, sum Kjartan Johansen slapp við.
Túrurin, saman við trimum øðrum føroyingum og trimum av Filipsoyggjunum, til Karmoy tók tríggjar dagar. Ætlanin var, at Kjartan og hinir skuldu koma til Noregs leygardagin, men lagt varð ikki at fyrrenn á middegi sunnudagin orsakað av ringum veðri.
Høgri bakkurin varð tó ikki veruliga raktur av sjóverki men náddi ikki at verða heilt til reiðar til dystin móti Halden, ið Viking tapti við einum máli.
(Mynd: Vikinghk.no)
Kjartan Johansen var tó sum ætlað til reiðar til lykladyst móti TIF Sandefjord, og tað vísti seg at vera avgerandi.
Helgi Hoydal spældi sum vanligt við fullari megi í báðum endum, skoraði fimm mál og fekk nógv rós frá heimasíðu felagsins. Tað fáa Jónas Gunnarson Djurhuus og Kjartan Johansen eisini. Teir verða kallaður "crazy faraoes" við røttum víkingblóði í æðrunum, og landsliðsleikararnir gjørdust avgerandi.
Helgi Hildarson Hoydal (Mynd: Savnsmynd)
Sandefjord var á odda 16-14 í stegðinum, men seinastu 25 minuttirnar í 2. hálvleiki lat Viking bert seks mál inn, og tá farið var undir seinasta álopið, hevði útiliðið møguleikan at avgerða dystin. Hetta eydnaðist, tí Helgi fekk "screenað" rætt, Jónas spældi Kjartan væl upp, og hann skoraði til 26-25.
Toppskjúttin hjá Viking sendi harvið liðið fram um júst Sandefjord, ið eisini flutti í bestu deildina til hetta kappingarári.
Hoyvíkingarnir og strandingurin kunnu harvið fegnast nakað, nú jólafrí er. Viking er av aftasta plássinum, og tað er í stóran mun teimum fyri at takka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Tað endaði 22-20 í finaluni móti Fraklandi. Finalan varð merkt av misnýttum møguleikum og sterkum málverjum. Kroatia loypti hvøkk á enn einaferð og vann bronsudystin móti Danmark
Noreg skuldi vera onnur vertstjóðin til EM-endaspælið í hondbólti fyri kvinnur, men orsakað av koronastøðuni og leiðbeiningunum í Noregi, so endaðu danir sum einsamallir vertir. Hetta eydnaðist heilt væl, tá hugsað verður um umstøðurnar.
Ítróttaliga endaði tað tó nógv betri hjá Noreg enn hjá Danmark.
Donsku kvinnurnar vóru stórfavroittar at fáa fatur á bronsuheiðursmerkjunum. Tað hevði verið fyrstu heiðursmerki síðani 2013, tá Danmark vann bronsu, men Kroatia vildi tað øðrvísi.
Liðið varð mett at vera tað veikasta í kappingini, men kom allan vegin til hálvfinaluna, og í 2. hálvleiki var Kroatia greitt omaná. Donsku kvinnurnar høvdu sera trupult við at skora mál og fingu heldur ikki støðga Kroatia í hinum endanum, og dysturin endaði 25-19.
Eitt stórt vónbrot fyri venjaran Jesper Jensen og danska liðið.
Kroatisku kvinnurnar stórfegnaðust um bronsuna (Mynd: EPA)
Frakland byrjaði betri í finaluni í Jyske Bank Boxen, men skjótt tók Noreg yvir. Silje Solberg í málinum fekk fatur á nógvum fronskum skotum og kvika álopsspælið kom í gongd.
Í stegðinum var munurin fýra mál, og nógv bendi á, a Noreg fór at koyra gullið rímiliga trygt heim. Soleiðis skuldi tó ikki verða. Verjuparturin hjá Fraklandi sá betri út, og Cleopatre Darleux kom inn í í franska málið og tók broddin av norsku skjúttunum. Eftir tíggju skot hevði Darleux sjey bjarginar, og tað var sera spennandi ígjøgnum hálvleikinum.
Munurin var ofta eitt mál, í fleiri førum var javnleikur, og Frakland tók í 52. minutti leiðsluna.
Nora Mørk aftur við einum gulli (Mynd: EPA)
Tað koppaði tó til Noreg, ið vísti styrki. Solberg hevði umráðandi bjargingar, Nora Mørk, ið hevur manglað seinastu endaspølini, traðkaði til, og tað endaði 22-20.
Hetta var fyrsta gullið hjá Noreg síðani EM í 2016. Frakland vann seinast - í 2018 á heimavølli - men hesaferð noyddust tær fronsku at taka til takkar við einum silvurheiðursmerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2020
Bjarni Nielsen gjørdist síðsta vikuskifti sterkasti maður fyri sjeyndu ferð á rað
Kappingin 'Føroya sterkasti maður' var hildin á Hjalla síðsta leygardag, og tað var aftur hesafgerð Bjarni Nielsen, sum streyk avstað við sigrinum.
Hann vann sjeynda árið á rað, og hevur sostatt vunnið heitið frá 2014 til 2020.
1. Bjarni Nielsen
2. Ari Thorvaldsson
3. Helgi Lamhauge
4. Poul Lamhauge
5. Poul Hallur Davidsen
6. Steingrímur Nielsen
Sí allar myndirnar frá tiltakinum her
(Mynd: Bjarni Enghamar)
(Mynd: Bjarni Enghamar)
(Mynd: Bjarni Enghamar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2020
ÍSF fer at fagna ítróttini á tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Almenningurin hevur nú høvi at gera sína ávirkan galdandi um, hvør skal heiðrast við heitunum ÍtróttaFYRIMYNDIN 2020, ÍtróttaÁTAKIÐ 2020, ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2020 OG Heiðursskjali Poul E. Petersens.
Hetta kann gerast á oyðiblaði, sum er at finna á heimasíðuni hjá ÍSF. Freistin er 3. januar.
Beint fyri nýggjár í fjør royndi ÍSF á fyrsta sinni at skipa fyri gallakvøldi, har fólk og feløg vórðu heiðrar fyri serstakt avrik í árinum, ið fór.
Hesaferð verður átakið ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 hildið 13. februar. Og tað verður Mantanarhúsið í Fuglafirði, sum setur rammurnar, og eisini almenningurin sleppur at fylgja við, tí sjónvarpið hjá KvF fer at senda beinleiðis frá tiltakinum.
Tilsamans verða seks heiðurslønir handaðar. Almenningurin kann vera við at heiðra fýra teirra – tær omanfyri nevndu, og harumframt verða eisini latnar heiðurløn til ÍtróttaNAVNIÐ 2020 og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020.
Tveir av heiðrunum hava broytt navn. ÍtróttaFELAGIN eitur nú ÍtróttaFYRIMYND og ÍtróttaSAMBANDIÐ eitur nú ÍtróttaFELAGSSKAPURIN:
Hesi vórðu heiðrað í fjør (grundgevingarnar síggjast í leinkjuni):
ÍtróttaNAVN: Sverri Sandberg Nielsen
Heiðursskjal Poul E. Petersens: Súsanna K. Hansen
ÍtróttaSTJØRNUSKOT: Elias Ellefsen á Skipagøtu
ÍtróttaFELAGI: Høgni Kunoy Dávason
ÍtróttaÁTAK: Eydnudeildin Føroyar
ÍtróttaSAMBAND: Taekwondosamband Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2020
Jólasøga eftir Niclas Hera Jákupson - tekningar: Thierry Capezzone
Tað var fyrst í desember. Kavin lá tjúkkur yvir alla bygdina. Eftir ein drúgvan og langan dag við fleiri fundum var arbeiðsvikan liðug. Rógvi ynskti sínum starvs- feløgum, sum enn sótu framman fyri telduskíggjan, eitt gott vikuskifti. Hann læt seg í frakkan og fór út úr skrivstovuni. Meðan hann gekk yvir til bilin, eygleiddi hann tær vøkru kavaflykrurnar, sum dalaðu niður av himli - tað var fari at skýma, og alt sá so jólaligt og vakurt út.
Rógvi setti seg í bilin og koyrdi út á høvuðsvegin. Nógv ferðsla var henda fríggja- dag seinnapart. Í kvøld gleddi Rógvi seg at fáa frí, men hann visti, at í annað- kvøld skuldu hann og konan út á matstovu at eta og síðan í biograf. Tey blivu gift fyrsta leygardag í desember fyri 22 árum síðan, og øll árini síðan teirra brúd- leypsdag, høvdu tey feirað hendan dagin við einum góðum bita á einari mat- stovu, ofta við einum túri í biograf aftaná.
Konan stóð í køkinum, tá Rógvi kom inn. “Hey, góði,” segði hon, meðan hon tók um hann. “Hvussu hevur tín dagur verið?”
“Jú, takk, tað hevur verið ein langur og drúgvur dagur, men alt hevur gingið væl. Hvussu hevur tín dagur verið, góða?” spurdi Rógvi, meðan hann kysti konuna á vangan. “Eg kann ikki klaga. Eg kom tíðliga heim í dag, og bæði børnini eru úti hjá vinum.”
“Deiligt at hoyra. Eg gleði meg at njóta hetta kvøldið saman við tær og børnun- um, men sum tú veitst, so gleði eg meg serliga nógv til í annaðkvøld at njóta eitt kvøld saman - bara eg og tú,” segði Rógvi við einum smíli og setti seg niður við køksborðið.
Kona Rógva, Marita, vendi sær við. Tað var, sum um hon hevði hug at siga okkurt, men fekk ikki sagt tað. “Hvat bagir? spurdi Rógvi. “Bara róligur,” segði Marita, “tað er einki. Eg havi bara í allan dag gingið og hugsað um nakað - nakað sum eg ikki fái úr tonkunum.”
“Hvat er tað?” spurdi Rógvi undrandi.
“Vit hava verið úti og etið fyrsta leygarkvøld í desember í 21 ár, men eg haldi, at í ár skalt tú bjóða einari aðrari kvinnu út at eta og í biograf. Eg elski teg sera nógv, men eg veit, at tað er ein onnur kvinna, sum hevði verið glað fyri at notið eitt kvøld saman við tær.”
Rógvi hugdi undrandi at konu síni. Hvørjari kvinnu skal eg bjóða út at eta og í biograf?”
“Kvinnan, sum eg hugsi um, er ein kvinna, sum elskar teg líka nógv sum eg - og er tað mamma tín.”
“Mammu spurdi Rógvi, meðan hann reisti seg úr stólinum: “Skal eg bjóða mam- mu míni út at eta og í biograf - bara vit bæði? - á okkara brúdleypsdegi?”
“Ja, tað haldi eg, tú skalt gera. Eg havi allan dag følt, at tað er tað rætta at gera. Eg vænti, at hon verður glað fyri tað. Tú og hon hava við vissu gleði av at vera eitt kvøld saman, bara tit bæði.”
Rógvi hugdi upp á konu sína. Hann visti av royndum, at tá konan segði, hvat hon hugsaði, og ikki minst hvat hon føldi, so mátti hann lurta eftir henni og virða hennara tankar og kenslur. “Ert tú vís í tí?” spurdi hann tó konu sína. “Ja,” segði hon avgjørd. “Nær ringir tú til hennara og bjóðar henni út?”
Rógvi visti, hvat klokkan hevði sligið. Tá konan spurdi, NÆR gert tú tað, so visti hann, at einki nyttaði at seta seg upp ímóti henni ella útseta hetta. “Eg kann ringja til hennara beinanvegin.” “Ja, góði ger tað, so fái eg frið á mær.”
Rógvi tók telefonina úr lummanum og ringdi til mammu sína. Gud viti, hvat hon fer at siga, hugsaði Rógvi, meðan hann bíðaði, til mamma hansara tók telefon- ina.
Mamma hansara hevði verið einkja í 14 ár, og sær vitandi, so hevði hon ikki verið úti og etið, síðan hon og pápin høvdu havt silvurbrúdleyp.
“Hey góði,” segði mamman, “hvat vilt tú í kvøld - hvat feilar, er nakað galið?”
“Nei, einki er galið. Tað er bara langt ímillum, vit bæði eru saman, og eg haldi tað hevði verið hugnaligt, um vit bæði settu tíð av til hvønn annan.”
“Hvat meinar tú við góði?”
“Eg hugsaði bara at bjóða tær út at eta í annaðkvøld og so ein túr í biograf aftaná, hvat sigur tú til tað?”
“Út at eta og í biograf - er tað 1. apríl í dag?” flenti mamma hansara.
“Nei, tað er tað ikki - eg meini tað mamma. Hvat sigur tú til at koma út at eta saman við mær?”
“Tað vil eg fegin,” segði mamman glað. “Ok, so hava vit eina avtalu. Eg heinti teg í annaðkvøld klokkan 7.”
Ja, góði, tað siga vit - vit síggjast. Og túsund takk fyri og heilsa Maritu og børnunum.”
“Hvat segði mamma tín?” spurdi Marita. “Hon ljóðaði bæði glað og bilsin - og hon segði ja,” svaraði Rógvi við einum smíli.
Kvøldið eftir kysti Rógvi konu sína og børnini, setti seg í bilin og koyrdi ímóti sínum barnaheimi. Gud viti, hvussu hetta kvøldið fer at verða, hugsaði Rógvi, tá hann sneiddi inn á síðuvegin, har barnaheimið var.
Tá hann steðgaði í túnunum, stóð mamma hansara klár og bíðaði úti á trappuni, Hon hevði sett hárið upp og var í sama kjóla, sum hon var í, síðstu ferð hon feiraði sín brúdleypsdag saman við pápa hansara. Hon virkaði so glað og spent, meðan hon gekk yvir til bilin.
Rógvi sprakk út og læt hurðina upp fyri henni. “Hey, góði, sum eg havi glett meg til hetta kvøldið,” segði hon, meðan hon setti seg inn í bilin. “Eg havi sagt øllum mínum vinkonum, at eg og tú fóru út at eta og í biograf í kvøld. Tær gleða seg at hoyra, hvussu kvøldið fer at eydnast.”
“Ja, eg vóni, at vit fáa eina hugnaliga løtu saman,” segði Rógvi, meðan hann setti seg í bilin og setti kósina inn í miðbýin, har matstovan lá.
Tá tey vóru komin fram, parkeraði Rógvi bilin. Hann steig út úr bilinum og fór yvir til hurðina, har mamman sat. Hann læt hurðina upp og tók í hondina á henni. “Tað er hált, lat meg styðja teg so tú ikki dettir,” segði hann, meðan hann tók um armin á mammu síni. “Fyrr var tað eg, sum helt í hondina á tær, so tú ikki skuldi detta,” segði mamman við einum smíli. “Nú er tað tú, sum ansar eftir mær.” Rógvi smíl- tist. Tað var kalt í veðrinum, men stilt og klárt. Stjørnur í milliónatali lýstu himma- lin upp, og vøkru jólaperurnar og jólapyntið prýddi alla handilsgøtuna.
Rógvi sá, hvussu glað mamma hansara var, tá tey komu til matstovuna. Hann sá eisini, at hon hevði brúkt rættliga langa tíð at gera seg til - ja, hann hevði ikki sæð mammu sína so fína og so vakra í langa tíð - hon líktist einari millión.
Tá tey høvdu sett seg, kom tænarin yvir til borðið, bjóðaði teimum vælkomnum og gav teimum matarseðilin. Rógvi visti, at mamma hansara ikki hevði góð eygu, og tí tók hann matarseðilin og las fyri henni alt tað góða, sum kokkurin hevði at bjóða. Tá hann hevði lisið helvtina, hoyrdi hann mammu sína flenna. Hann hugdi upp. “Hetta er løgið,” segði hon. “Tá tú vart lítil, var tað eg, sum mátti lesa matar- seðilin fyri tær, nú er tað øvut.” Rógvi steðgaði á. “Ja so er bara at njóta tað og taka ímóti,” svaraði hann við einum smíli. Rógvi hugdi at mammu síni. Hon sá út til at njóta hvørt sekund - hon var glað, og ein vakur friður var á henni.
Tey bíløgdu forrætt og høvuðsrætt, og meðan tey bíðaðu eftir matinum, gekk prátið dúgliga aftur og fram. Tey tosaðu og flentu eftir teimum løtunum, tá Róg- vi var lítil. Hvussu fittur drongur hann hevði verið, altíð so skilagóður og lættur
at fást við. “Tú elskaði at klintra, men tú ræddist brandbilar, ja, líka til tú vart 10 ára gamal,” flenti mamman. Tey tosaðu um, hvussu illa hann tordi í skúla fyrsta skúladag, men eisini um tey góðu evni, hann hevði til skúla og ikki minst til allan ítrótt. Um tær mongu útferðirnar tey sum familja høvdu gjørt í Føroyum, um túrarnar hann og pápi hansara høvdu verið á floti - um familjuferðina til Mallorka og ikki minst um jólini í fjøllunum í Noregi - tá Rógvi bleiv burtur í einari handils- miðstøð í Oslo.
Og meðan tey ótu, so hildu tey fram at práta.
Tey tosaðu um tíðina, tá pápin var uttan arbeiði, og tey høvdu torført við at klára seg. Hvussu svárt tað var at halda jól tey árini. Tey tosaðu eisini um pápan, sum ikki var millum teirra longur. “Ja, hann var mildur og friðarligur,” segði Rógvi, “hann skeldaði okkum ongantíð - tað gjørdi tú harafturímóti,” segði Rógvi við einum smíli. “Ja, hann slapp alt ov lætt, og onkur mátti seta mørkini,” legði mam- man afturat. “Tað, sum eg minnist best um pápa, var, at hann hevði altíð tíð til okkum børn, og so var hann so ótrúliga nærverandi,” segði Rógvi. Mamman steðgaði á og bleiv álvarsom. “Ja, eg sakni hann hvønn dag,” læt í henni. Tað bleiv friðarligt ...
“Rógvi, um tú skalt hyggja aftureftir og hugsa um meg sum mammu. Hvat er tað, sum tú minnist meg best fyri?”
Rógvi steðgaði á. Hetta var ein stórur spurningur. Hann legði høvdið á skák og hugdi grundandi upp undir loftið. “Lat meg hugsa,” segði Rógvi. Mamman sat spent og bíðaði. “Tú hevur altíð givið mær umsorgan og tryggleika,” kom tað endaligi úr Rógva. “Tú hevur altíð víst mær og øllum tí, sum eg havi fingist við, áhuga - tú hevur altíð fingið meg at verið tann besta útgávan av mær sjálvum. Tú hevur altíð dugað einastandandi væl at lurta. Men mest av øllum, so havi eg altíð følt, at tú hevur elskað meg treytaleyst.” Rógvi legði hendurnar niður á hendurnar á mammuni og hugdi hana djúpt inn í eyguni. “Eg kundi ikki fingið eina betri mammu enn teg.”
“Hatta vóru vøkur orð,” segði mamman. “Túsund takk fyri, góði.”
Tá tey vóru liðug at eta høvuðsrættin, var klokkan so mikið nógv, at skuldu tey náa í biograf, so mátti tey fara nú. “Mamma,” læt i Rógva, “um tú skuldi valt ímillum at fara í biograf ella sita her eina løtu og njóta ein kaffimunn og okkurt omaná, hvat hevði tú heldur viljað?”
“Tá eg sá matarseðilin í áðni, sá eg, at tey høvdu mína yndiskaku,” segði mam- man við einum smíli. “Og eg haldi ikki, at ein amerikanskur filmur kann liva upp til løtunu, sum vit bæði hava saman her.”
“Eg eri samdur, mamma, lat okkum eisini njóta dessertina.”
Rógvi og mamma hansara fingu dessertina, og meðan tey hugnaðu sær við kaffi og kaku, gekk prátið víðari. Tey tosaðu um allar smátturnar, hann og hansara besti vinur høvdu bygt, um hvussu góður stóribeiggi hann hevði verið fyri systur sína, um tíðina tá Rógvi kom at kenna Maritu, um børnini og um arbeiðið.
“Mamma,” læt í Rógva, beint áðrenn tey reistust frá borðinum. “Eg eri ein lukku- ligur pápi og maður. Eg havi eina góða og fitta konu og nøkur væl uppdrigin,
fitt og skilagóð børn. Ein orsøk til, at eg kenni meg lukkuligan, er, at tú og pápi hava lagt góð virðir í meg. Tit hava altíð elskað meg fyri tann, eg eri - og tað vil eg fegin bera víðari til míni børn. Tað verður sagt, at ein maður elskar sína konu mest, men eitt skalt tú vita, eg havi elskað teg longst.”
Tá Rógvi hevði goldið rokningina, reistust tey. Tey takkaðu fyri og fóru til gongu yvir til bilin. Rógvi beit merki í, at mamman lýsti sum ein sól.
Tá hann steðgaði bilinum uttan fyri sítt barnaheim, vendi mamman sær ímóti honum. “Hetta hevur verið eitt kvøld, sum eg ongantíð fari at gloyma. Túsund takk fyri, at tú setti hesar tímar av til mín.”
“Takk fyri sjálv, mamma, eg havi eisini havt tað sera hugnaligt.” Hon kysti Rógva
og gav honum eitt klemm. “Takk fyri, góði, og heilsa Maritu og børnunum.” Rógvi eygleiddi mammu sína stíga út úr bilinum og ganga yvir ímóti úthurðini. Hon virkaði so løtt - sum um hon gekk oman á kavanum, ja, hon sá út, sum hon sveimaði.
“Hvussu var kvøldið?” spurdi Marita spent, tá Rógvi steig inn í gongina. "Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott kvøld. Eg havi notið hvørt sekund av kvøldinum, og eg haldi, at mamma var sera glað fyri løtuna.”
Tíðliga árið eftir bleiv mamma Rógva álvarsliga sjúk. Hóast hon fekk viðgerð og hevði gott mót, so vann sjúkan á henni, og fyrsta leygardag í desember steðgaði hennara hjarta at sláa. Rógvi og systir hansara vóru um hana allar teir síðstu dag- arnar, og tey vóru hjá henni, tá hon dró sín síðsta andadrátt.
Jólaaftan hetta árið fekk Rógvi vitjan av systur sínari. Tá tey høvdu etið og pakkað allar gávurnar upp, tók systir Rógva orðið. “Rógvi,” segði segði hon. “Mamma ynskti at geva tær og Maritu eina jólagávu, og bað hon meg geva tykkum hana.” Rógvi bleiv bilsin – hann helt ondini, tá systir hansara fór niður í taskuna og tók ein brævbjálva og rætti honum hann.
Rógvi føldi ein klump í hálsinum, tá hann læt brævbjálvan upp. Í brævbjálvanum lá eitt stutt bræv og eitt gávukort. “Hvat stendur skrivað?” spurdi Marita. Rógvi rætti konu síni brævið. Hann var so mikið rørdur, at hann setti seg ikki føran fyri at lesa brævið. Marita hugdi leysliga eftir brævinum og byrjaði at lesa.
Góða Marita
Takk fyri, at tú lænti mær mannin hjá tær - á sjálvum brúdleypsdegnum hjá tykkum. Takk fyri, at tú setti teg sjálva til síðis og læt meg njóta eitt heilt kvøld saman við honum. Túsund takk fyri, at tú ert so góð mamma, at tú elskar mín son - og at tú altíð ert so umhugsin, vinarlig og hjarta- góð. Túsund takk fyri.
Marita steðgaði á - turkaði tárini burtur, áðrenn hon las víðari:
Góði Rógvi og góði sonur
Eg veit ikki, um tú nakrantíð kemur at skilja, hvussu stórt tað var fyri meg at njóta løtuna, vit høvdu saman á hasi mastovuni. Fyri meg var tað eitt tað besta, eg havi upplivað í longri tíð. Eg var so takksom og glað fyri løtuna, nærveruna og hugnaliga prátið, men tað, sum frøddi mítt hjarta mest, var, at uppliva teg og at síggja og merkja, hvussu góður tú ert við meg. Tá eg kom heim tað kvøldið, takkaði eg Gudi fyri, at eg havi sett ein son í hesa verð, sum hevur góð og sterk virðir, sum er ein góður og kærleiksfullur maður og pápi ... og sum er ein góður og vakur sonur.
P.S. Eg havi lagt eitt gávukort við til somu matstovu, eg og tú vóru á. Hetta gávukort er til tín og Maritu sum takk fyri, at eg kundi lána teg eitt heilt kvøld.
Eg ynski tykkum øllum eini gleðiligi jól.
Kærar heilsanir, mamma tín
Rógvi royndi at turka tárini burtur, men tað var ikki lætt. “Hugsa sær, at ein
so lítil løta kann hava so nógv at siga,” kom úr honum. “Ja, gævi satt, at hvør einasti sonur her á fold kundi sett eina løtu av til at njóta eitt kvøld saman við mammu síni. Eg eri glaður fyri, at eg fekk gjørt tað, meðan mamma var millum okkum,” segði Rógvi, meðan hann hálsfevndi konu sína. "Túsund takk fyri Marita, at tú skipaði soleiðis fyri, at eg og mamma fingu hesa løtu."
Meðan Rógvi, Marita, børnini og systir Rógva sótu inni í fjálgu stovuni jólaaftan, so byrjaði tað at kava uttanfyri.
Jólini eru ein vøkur og góð tíð, tá vit geva hvørjum øðrum gávur, og har vit gleðast saman við okkara næstu. Jólini fáa okkum eisini at hugsa um øll tey kæru, sum ikki eru millum okkara longur, og tíbetur minna jólini okkum á at seta tíð av til hugna og nærveru saman við teimum, sum vit elska.
Tí størstur av øllum er kærleikin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald