2020 í myndum
Vit hava funnið fram nakrar av bestu myndunum, sum hava verið á Portalinum í árinum, sum júst er farið aftur um bak
Leygardagur 02. Jan 2021 | Nr. 1 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
Vit hava funnið fram nakrar av bestu myndunum, sum hava verið á Portalinum í árinum, sum júst er farið aftur um bak
SíÐa 10
SíÐa 35
SíÐa 25
SíÐa 8
SíÐa 14
SíÐa 38
Blaðið Vikuskiftið kemur út hvønn leygardag í árinum
Gott nýggjár kæri lesari.
Vónandi megnaði tú at koma inn í nýggja vónríka árið uttan at verða smittaður við korona.
Tí tær fáu skamtirnir av vaksinu, sum higartil eru náddir Føroya land, klára enn ikki at verja so nógv okkara móti smittuni, at tað fer at síggjast aftur í hagtølunum í bræði.
Og vit kunnu líka so gott viðganga tað. Vit óttast fyri, hvat koronadagføringarnar fara at bjóða okkum hesa komandi vikuna.
Í farnu viku vóru vit nógv, sum fingu ein hvøkk, tá landslæknin boðaði frá, at 19 føroyingar vórðu staðfest smittaðir fjórða jóladag av tí at smittan hevði breitt seg í eini privatari samkomu, har ein var smittaður, tá kvøldið byrjaði og viðkomandi hevði nátt at smitta 18 onnur áðrenn farið varð til hús.
Óttin nú liggur í, hvussu tølini fara at síggja út tilsvarandi líka nógvar dagar eftir nýggjár.
Sjálvandi eru tit fleiri, sum ansaðu væl eftir at halda frástøðu frá øðrum og hildu tykkum saman við tykkara nærmastu í tykkara egnu bløðru.
Men tit eru eisini nógv, ið ikki gjørdu tað. Fóru húsagongd í grannalagnum, sum tit plaga. At hitta fólk, sum tit ikki hava verið saman við síðan seinasta nýggjár ella áðrenn tað – beint ímóti tilmælunum frá servitanini.
Jú, vit vóru mong, sum høvdu lyndi at gloyma tilmælini hesa kláru, stillu, køldu nýggjársnátt.
Og tað fer at síggjast aftur í smittutølunum í vikuni, sum kemur.
Vónandi verða tey ikki so ógvuslig, at tey fara at skapa ruðuleika.
Vónandi fara flestu okkara hereftir at ásanna, at best er nokk at lurta eftir serfrøðini.
Vónandi fer tað skjótt at vára og lýsna, so endi kann síggjast á farsóttini.
Vónandi verður hetta eitt vón- og eydnuríkt nýggjár.
2020 – er farið.
2021 – ver vælkomið...
Tað kann roknast við at vera yvir 1.300 koppsetingar í teimum 195 gløsunum, sum komu til landið í gjárkvøldið
Tá næsta sending við vaksinu kemur – í viku 2 – verður farið undir at koppseta tey eldru á røktarheimunum. Í fyrstu atløgu eru tað heilsustarvsfólkini í ‘front line’ – á hermótinum – sum verða koppsett.
Soleiðis segði Tummas í Garði, læknastjóri, eftir at hann hevði prika tann fyrsta sjúkrarøktarfrøðingin í dag við nýggju covid-19 vaksinuni frá Pfizer/BioNTech.
Tummas í Garði situr eisini í nevndini, sum ger av, hvussu raðfestingin av koppsetingini skal vera, og hvør skal fáa.
- Vit hava valt at taka tey fyrst, sum koma í samband við tey sjúku. Tað eru starvsfólkini á koronadeildini, teir yngru læknarnir, sum taka ímóti teimum, tann yvirlæknan sum gongur stovugongd og annars manningin á sjúkraflutningstænastuni og so tey, ið pota fólk.
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Yvir 1.300 skamtir í fyrstu sending
Tað vóru 195 gløs við koppsetingarevni í fyrstu sendingini, sum kom til Apoteksverkið í týskvøldið við flogfarinum hjá Atlantsflog.
Við tað, at roknað verður við, at fimm skamtir á 0,3 millilitrar eru í hvørjum glasi, varð eisini sagt, at tað vóru 975 skamtir í fyrstu sendingini og at helmingurin av hesum kann koppsetast, tí tey koppsettu skulu sproytast tvær ferðir við sama evni – aðru ferð tríggjar til fýra vikur eftir fyrsta prikið.
Men talið av teimum, sum kunnu koppsetast beinanvegin, verður nakað væl hægri.
Í fyrstu atløgu, tí Statens Serum Institut hevur givið boð um ikki at goyma helmingin til aðru koppseting, og eisini tí at tað vísir seg at vera meira enn fimm skamtir í hvørjum glasi.
Í vegleiðingini stendur, at tað eru fimm til sjey skamtir í hvørjum glasi.
Í fyrsta glasinum, sum varð brúkt á koppingarstøðini í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í dag, vóru sjey skamtir í, og tí skal roknast við at tað eru nærri sjey í hvørjum glasi. Harvið varða tað 1.365 fólk ella har uppímót, sum kunnu prikast nú í fyrstu atløgu, alt eftir um nakað fer til spillis av heiliváginum.
20 gløs brúkt fyrsta dagin
Tað eru ávísar reglur fyri hvussu heilivágurin skal handfarast. Hann skal goymast í ekstremt nógvum kulda – 70 kuldastigum – men kann halda sær í køliskápi í upp í fimm samdøgur, eftir at hann er tikin út.
Men tá heilivágurin fyrst hevur fingið tilsett diluent – eina saltvatnsblanding – skal hann brúkast innan seks tímar eru farnir.
20 gløs – millum 100 og 140 skamtir – vórðu tikin út til hesar fyrstu koppsetingarnar í dag. Átta gløs vórðu send út á Landssjúkrahúsið, sjey til Klaksvíkar sjúkrahús og fimm til Suðuroyar sjúkrahús.
Í framtíðini verður roynt at fordeila skamtirnar nøkulunda í mun til fólkatalið, upplýsir Tummas í Garði.
Avbjóðingin tá fólkið skal prikast
Enn verður arbeitt við, hvussu farast skal fram, tá liðugt er at koppseta fólkini í heilsuverkinum, sum eru tey í verða prikað í fyrstu atløgu.
Tá farið verður at koppseta tey eldru og veiku, verður hetta gjørt úti á stovnunum ella heimunum, men enn er ikki avgjørt hvør skal standa fyri hesum arbeiðinum.
Stóra avbjóðingin verður at finna eina skipan fyri hvussu farast skal fram, tá vanliga fólkið fær tilboðið um at verða koppsett eisini.
Fyri tað fyrsta krevur tað eitt stað, sum koyrandi er til og nóg mikið av parkeringsøki er.
Og so skal nógv pláss til eisini. Tí tey koppsettu skulu sita og bíða í minst fimm minuttir í rættari fjarstøðu fyri at tryggja sær, at tað ikki kemur ein allergisk reaksjón.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Eini 100 fólk í heilsuverkinum vórðu koppsett mikudagin
Gunnrið Joensen úr Klaksvík var fyrsti persónurin á Landssjúkrahúsinum, sum fekk koppsetingina móti covid-19.
Tað hendi klokkan 13 mikudagin, tá Tummas í Garði, varasjúkrahússtjóri, gav henni ta fyrstu av tveimum sproytum.
Heilsustarvsfólk eru tey fyrstu sum fáa koppsetingina í Føroyum, og Gunnrið Joensen arbeiðir á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Fleiri onnur fingu prikið aftaná, og millum annað Bjarni á Steig, yvirlækni, sum hevur verið nógv frammi um vaksinuna og korona sum heild, varð eisini koppsettur.
Um fýra vikur fáa tey aðru og síðstu koppsetingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Eingin teirra hevur fingið nøkur álvarslig hjáárin, sigur Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum
Mikudagin vórðu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri covid-19.
Í fyrsta umfari verða tað starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, sum verða koppsett, og fyrsta dagin vórðu 120 fólk koppsett á føroysku sjúkrahúsunum.
Talan var um 55 fólk í Havn, 41 í Klaksvík og 24 í Suðuroy.
Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at summi av teimum koppsettu upplivdu nakað av eymleika, har tey vórðu prikað, men eingin teirra hevði fingið nøkur álvarslig hjáárin.
Mánadagin 4. januar verður hildið fram við koppsetingini.
Mett verður, at tey 195 gløsini við koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech, sum komu til landið millum jólanna, innihalda nóg mikið av koppingarevni til at koppseta yvir 1.300 fólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Erla Kongsdóttir er nú farin aftur í sigling, eftir at øll vindeygu í skipinum eru útskift ella styrkt
Strandferðslan arbeiðir framvegis við at kanna orsøkina til, at tveir rútar á Erlu Kongsdóttir brotnaðu á einum túri til Havnar 11. desember. Skipið fór beint eftir hendingina á beding hjá Mest, har nærri kanningar vóru gjørdar av umstøðunum og eftirlit varð gjørt av øllum vindeygum á skipinum.
Í seinastu viku komu nýggir, styrktir rútar og tilfar frá týskari verksmiðju, og eru nú allir rútarnir miðskeiðis í salonini - bæði í stýriborð og bakborð - útskiftir. Eisini er eyka verja løgd á øll vindeygu í salónini og uppi á brúnni, og hevur klassin góðkent arbeiðið.
Alt virksemið hjá Strandferðsluni byggir á ta meginreglu, at trygdin hjá ferðafólki og manning hevur evstu raðfesting. Tí er øll tilgongdin at byggja Erlu Kongsdóttir eisini grundað á hesa fortreyt og undir eftirliti av klassanum – DVN GL.
Í tilgongdini hava Strandfaraskip Lanssins eisini ráðført seg við føroyska serfrøði, ið hava holla vitan og royndir í føroyskum sjóøki, har skipið skal sigla. Sama serfrøði hevur eisini verið partur av allari fyrireiking síðani skipið kom til landið og í sambandi við leypandi eftirmetingar.
Øll konstruktiónin av skipinum fylgir International Code of Safety for High-Speed Craft (2000), ið setur strong krøv til eitt nú byggigóðsku og stabilitet. Allar stabilitetsprotokollir av skipinum eru tøkar hjá Strandferðsluni.
Strandfaraskip Landsins fingu 1. desember ferðafólkaloyvið (IMO No. 9905526/OW20019) og Permit to Operate High-speed Craft frá føroyskum myndugleikum (Skipaeftirlitið), til at virka í sjóøki B og C.
Strandferðslan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Húsaófriður førdi til, at eitt fólk varð flutt á landssjúkrahúsið
Ein rættiliga álvarsligur tilburður er hendi nýggjársnátt, har ein persónur varð fluttur á landssjúkrahúsi við sárum frá knívsstungum.
Við tað, at talan var um eina ósemju innan fyri parlagið, er løgreglan ógvuliga varsom við at geva upplýsingar um hvat tað var, sum hendi.
Fráboðanin kom klokkan fýra nýggjársmorgun, men tilburðurin er farin fram nakað fyrr, upplýsti vaktleiðarin á politistøðini.
Ein persónur varð fluttur á landssjúkrahúsið, men støðan var ikki lívshóttandi, segði vaktleiðarin.
Onki varð upplýst um hvørt talan er um kvinnu ella mann, ið hevði stungið ella var komin til skaða. Heldur ikki hvar hendingin fór fram. Tað var í meginøkinum, men ikki í Havn, segði vaktleiðarin.
Heldur ikki eftir grundlógarhoyrið seinni nýggjársdag varð nakað upplýst um hvør stakk hvønn.
Greitt er tó, at persónurin sum varð stungin, er uttanfyri lívsvanda, og tann sum stakk, varð varhaldsfongslaður í fyribils tríggjar dagar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
2020 hevur verið eitt øðrvísi ár í nógvar mátar, og nú vit taka samanum yvir mest lisnu greinarnar á Portalinum, so er tað korona, sum fyllir tað mesta
Korona fyllir tað mesta á listanum, men eisini greinastubbar sum snúgva seg um annað hava sníkt seg uppí.
(14. august 2020) Mest lisna søgan í farna árinum snýr seg ikki um nakra farsótt, men um nakrar óhepnar smádreingir, sum í skundi máttu flytast á sjúkrahús, tí teir gjørdust freistaðir av einari fløsku sum innihelt meyrusýru. Tað var álvarsligt, men endaði væl, og dreingirnir fingu ikki varandi mein. Les greinina her
(4. mars 2020) Á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum 4. mars kunngerð Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, at fyrsti føroyingur er testaður positivur við korona (tá við c). Les greinina her
(5. juli 2020) Eftir næstan tveir mánaðir við koronafríum Føroyum í summar gongur tað ikki longur. Ein nýggjur tilburður verður staðfestur á flogvøllinum 4. juli. Les greinina her
(11. mars 2020) - Tað er als eingin feria at verða settur í sóttarhald á Hotel Vágum, greiðir ein sum hevur sitið avbyrgdur frá. Viðkomandi lat Portalinum eitt skriv, har hvussu tað kennist at sita avbyrgdur handan myrklegningsgardinurnar. Les greinina her
(14. mars 2020) Vit eru í mars, tá koronavirusið byrjar at taka dik á seg. 100 fólk vórðu kannað 13. mars, og seks føroyingar vórðu staðfestir positivir. Samlaða talið av smittaðum kom sostatt upp á níggju. Les greinina her
(20. august 2020) Elsa Maria Dam Kongslíð og Erhard Pætursson Kongslíð gjørdust foreldur til eina vælskapta dóttur, men tí at mamman fekk korona og lá í intensivari viðgerð fyri tað, slapp hon ikki at vera saman við barninum. Les greinina her
(4. september 2020) Sonevndi “Straffbarlistin” er í umferð á Glasi, har mett verður um hvørjir flokkar, næmingar, lærlingar og starvsfólk - við navni - eru “lekkrast”. Rektarin er skelkaður og letur løgregluni málið. Les greinina her
(19. november 2020) Við einari viðmerking til Henrik Old um, at Jacob Vestergaard segði seg hava somu meining í andstøðu sum í samgongu, kom øði í javnaðartingmannin. Gott undirhald. Les greinina her
(11. mars 2020) Í Danmark hava tey júst havt tíðindafund, og danski forsætisráðharrin hevur latið landið aftur. Hetta fær ikki bara danir, men eisini føroyingar upp úr sofuni eitt vanligt mikukvøld í mars og fólk streyma inn í matvøruhandlar at keypa inn undir seg. Serliga er tað vesipappír, sum koronabangnir føroyingar í panikki vilja tryggja sær. Les greinina her
(30. oktober 2020) Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør Jacobsen, sum eiga Bakkafrost, eru á listanum yvir tey ríkastu í Danmark, sum Berlingske kunngerð. Sambært blaðnum eiga tey eina ogn virði 3,9 milliardir og eru nummar 33 á listanum. Les greinina her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021
Verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka Eysturoyartunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri hann, sigur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum vil hava tunnilsgjøldini niður
Tunnilsgjøldini hjá Eysturoyartunnlinum skulu niður. Tað heldur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
– Um prísurin verður settur ov høgt, vil helvtin av bilinum brúka ta longu farleiðina - og harvið brúka meira tíð, bensin og slit - samstundis sum tey eisini økja um møguleikan fyri vanlukkum, sigur hann í lesarabrævi í dag.
Við at brúka Eysturoyartunnilin koma fólk, sum dagliga mugu koyra millum Havnina og Skálafjørðin at arbeiða at spara meira enn ein ein tíma um dagin, ella áleið 200 tímar um árið.
Samanlagt verður mett, at vit sostatt koma at brúka áleið fýra mió. tímar minni í einum bili, og fer hetta eisini at minka um vandan fyri vanlukkum – um fólk velja at brúka tunnilin, sigur tingmaðurin, sum heldur, at høgu tunnilsgjøldini eru ein gøla og stór skomm – bæði fyri borgararnar og alt samfelagið.
– Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin, sigur Jaspur Langgaard.
Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verður neyðugt at gera politisk inntriv, sigur hann.
Til og við 10. januar er ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin, men frá 11. januar fer tað at kosta einum persónbili 175 krónur hvønn vegin uttan hald at koyra millum Streymoynna og Eysturoynna. Príslistin sæst her.
– Tunnilsgjøldini muga og skulu niður - hetta er eitt ófrávikiligt krav, sigur Jaspur Langgaard. Alt lesarabrævið kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2020
Sambært eftirmetingum frá Jobmatch seinastu átta árini, eru færri útisetar, sum ivast í at búgva í Føroyum aftaná loknan lestur
Færri útisetar ivast í at búgva í Føroyum aftaná loknan lestur sambært eftirmetingum frá Jobmatch starvsstevnuni seinastu átta árini.
Í 2012 svaraður 32 prosent "veit ikki" uppá spurningin, um tey ætlaðu at búgva í Føroyum. Í fjør svara 14 prosent "veit ikki" uppá sama spurning. Í sama tíðarskeiði er talið av teimum, sum ætlað flyta til Føroyar innan fyri 1-3 ár økt úr 40 prosentum upp í 60 prosent.
Sostatt vísa tølini greitt, at fleiri útisetar ætla at seta búgv í Føroyum aftaná loknan lestur.
Kelda: Jobmatch eftirmetingar frá luttakarum 2012-2019
Eftirmetingar vísa eisini, at á hvørjari starvsstevnu fáa umleið 15 prosent bjóða eitt ítøkiligt starv ella uppgávu – hetta svarar til 60-80 fólk, sum upp á ein seinnapart fáa eitt ítøkiligt tilboð frá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vanliga er býtið millum kvinnur og menn rættuliga javnt, og uml. 75 prosent av teim vitjandi eru millum 23 og 38 ár.
Jobmatch varð í ár hildið á netinum vegna korona.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
Aftur í ár hevur Sosialurin kosið ársins føroying
Debes H. Christiansen, sum av álvara gjørdist kendur í vár, tá hann syrgdi fyri kanningarháttinum av korona á Heilsufrøðiligu Starvsstovunum, er ársins føroyingur.
Sosialurin skipar fyri tiltakinum, og nógv uppskot komu inn. Og tað gjørdist Debes H. Christiansen, sum varð kosin ársins føroyingur 2020.
Hann fann uppá at brúka somu skipan, sum varð brúkt til at kanna virus í alivinnuni, til at kanna fólk fyri korona við. Sostatt noyddust føroyskir myndugleikar ikki at senda úrslitini til Danmarkar til greiningar, fyri síðani nakrar dagar seinni at fáa svarið aftur til Føroya.
Martin Kúrberg gjørdist ársins føroyingur í 2019 og Øssur Berghamar fekk heiðurin i 2018.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2020
Annika Nolsøe skal standa á odda fyri nýggju deildini
Varðin Pelagic hevur havt nógvar spennandi verkætlanir koyrandi seinastu árini, stórar sum smáar. Avgerð er nú tikin um, at miðsavna allar verkætlanir undir eina menningardeild. Annika Nolsøe, ið hevur starvast í fyritøkuni síðan 1. februar 2017, er sett sum menningarleiðari.
Annika er uppvaksin í Trongisvági, og eftir miðnámsútbúgvingina flutti hon til Danmarkar at lesa. Hon varð fyrst útbúgvin lærari, og síðani sum sivilverkfrøðingur innan bioteknologi.
Eftir loknan lesna starvaðist Annika Nolsøe millum annað innan framleiðslu hjá donsku heilivágsfyritøkuni Novo Nordisk. Tá Annika flutti aftur til Føroya, valdi hon at koma í starv hjá Varðanum Pelagic.
Seinastu árini hevur Annika verið ein leiðandi partur í fleiri av verkætlanum, sum Varðin Pelatic hevur staðið fyri, eitt nú vørumenning av surimi, nýggjum framleiðslum úr hjávørum, dátugreining av rávørugóðsku, menning av innanhýsis intraneti og menning av viðlíkaðhaldsskipan.
Kelda: vardin.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2020
- At vilja steðga oljuídnaðinum er utopi – men at stremba eftir framhaldandi effektivisering av oljuframleiðsluni og oljunýtsluni ein sjálvfylgja, sigur Teitur Poulsen, fíggjarstjóri í Lundin
Føroyingar eru allastaðni er vorðið eitt hugtak, sum oftani verður havt á munni. Og tað er so satt sum sagt. Eisini tá tað umræður altjóða oljuvinnu eru føroyingar við í nærum øllum greinum og hendir tað seg eisini, har stórar og týðandi avgerðir verða tiknar í altjóða oljufeløgum.
Ein teirra, sum stutt undan jólum megnaði at fáa eina nýggja lániavtalu í hús fyri eitt av stóru oljufeløgunum í Norðsjónum, er havnarmaðurin Teitur Poulsen, sum dagliga røkir sítt arbeiði sum fíggjarstjóri í svenska oljufelagnum Lundin Energy á høvuðsskrivstovuni í Geneve.
Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað honum at fáa ikki færri enn 16 peningarstovnar at endurnýggja lániavtalu fyri virksemið hjá Lundin uppá 5 milliardir dollarar ella 31 milliardir krónur. Teitur Poulsen, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum at fáa avtaluna uppá pláss sigur í eini viðmerking, at hetta er eitt sera stórt framstig fyri Lundin, nú tað fær betri rásarúm fyri sítt virksemi. Fyri at seta upphæddina í “perspektiv” nevnir hann, at hon er størri enn árliga BTÚ hjá Føroyum ella meira enn samlaðu útlánini hjá bæði Betri Banka og Bank Nordik.
Lánveitarar álit á Lundin
Oljan.fo fekk orð á føroyska oljustjóran, nú hann kom heim til Føroya at halda jól og nýggjár saman við familjuni.
Tað er greitt, at hesin ungi føroyski oljustjórin er sera fegin um seinastu lániavtaluna, ið fer at vera við til at tryggja virksemið hjá felagnum í mong ár. At Lundin Energy hevur klárað at fáa til vega eina so stóra fígging í hesum tíðum, har serstakliga oljuídnaðurin hevur harðan mótvind, vísir tiðuliga, at lánveitarar hava trúgv uppá strategiina hjá Lundin Energy.
Lundin Energy er eitt av teimum mest aktivu feløgunum á norska landgrunninum, og felagið metir framleiðsluna av olju og gassi í 2020 at vera millum 161.000 til 163.000 tunnur um dagin. Felagið hevur umleið 450 starvsfólk og umsetti í 2019 fyri umleið 3 milliardir dollarar – tað er áleið 55 milliónir krónur um dagin, sum gav eitt cashflow (áðrenn íløgur), sum svarar til umleið 25 milliónir krónur um dagin í 2019.
Lundin Energy gjørdi íløgur í felt-útbyggingar og leiting eftir olju og gassi, sum svaraðu til 7 milliardir krónur i 2019, og í 2020 eru íløgurnar mettar til áleið 6 milliardir krónur.
Leiti- og framleiðslufelagið við lægst CO2 útláti
”Vit eru tað E&P (leiti- og framleiðslu) felagið, sum hevur lægst CO2 útlat fyri hvørja tunnu av olju – í veruleikanum nógv lægst undir 4 kg CO2/boe í løtuni, og frá 2023 verður hetta undir 2 kg CO2/boe. Orsøkin til at okkara útlát er so lágt er, at nakrir av okkara plattformum eru “elektrifiseraðir” og harvið kemur meginparturin av okkara framleiðslu umvegis EL frá grønari orku – í og við at norska EL-kervið er grundað á vatnorku. Vit hava eisini gjørt av, at Lundin Energy skal blíva sjálvsveitandi við grønari EL-orku – tvs. at tann nøgdin av streymi, sum okkara pallar brúka, fer í framtíðini ístaðin at koma frá okkara egnu grønu EL-framleiðslu. Vit hava sostatt tikið avgerð um at gera íløgur í grøna EL-orku – eitt vatnorkuverk í Norra og eina vindmylnupark í Finlandi. Fasa-1 av vatnverkinum í Norra er komin í framleiðslu, og vindmylnuparkin í Finlandi skal byrja framleiðslu móti endanum av 2021. Báðar hesar verkætlaninar koma at veita EL til tað norðurlendska EL-kervið kallað ”Nordpool”. Til samanberingar kann nevnast, at vindmylnuparkin í Finlandi fer at framleiða uml. 400 GWh/ár, sum er meira enn tað, ið SEV framleiðir árliga.”
Norra bestu karmarnar fyri reinari oljuframleiðslu
At framleida olju og gass í Norra er so eisini ein stórur fyrimunur, tí landið hevur tað besta rammuverkið í heiminum í sambandi við at menna nýtsluna av reinari oljuframleiðslu. Norra setti í gildi ein CO2 skatt í 80’unum, og hesin CO2 skatturin er tann hægsti í heiminum. Tað ber í sær, at tað lønar seg at gera íløgur, sum hava við sær eina minking av CO2 útláti. Høgt skattatrýst av CO2 útláti er vegurin fram, heldur Teitur Poulsen, sum vísir á, at ein oljutunna, sum verður framleidd í Norra í dag, verður útvunnin við einum CO2 útláti, ið er minni enn helvtina av miðal globala útlátinum, og Lundin Energy ger tað uppaftur betri við einum útláti, sum er ein sætting av miðal globala útlátinum og minni enn einum tíggjundaparti av globala útlátinum frá 2023. Boðskapurin er sostatt, at jú meiri olja verður framleidd í Norra - og harvið minni framleiðsla frá øðrum londum - tess betri er tað fyri globala CO2 útlátið. Um sami leistur, sum Norra longu stakk út í kortið í 80’unum við at seta CO2 skatt í gildi, bleiv settur í verk globalt, so høvdu øll havt sama insentiv um at minka um útlátið, tí marknaðarkreftirnar høvdu havt við sær, at tað loysti seg økonomiskt at minka um CO2 útlátið fyri at sleppa undan CO2 skattinum.
Teitur Poulsen vísir á, at olju- og gassframleiðsla (Upstream parturin) telur umleið 5-8 prosent av globala CO2 útlatinum – so um olju/gass ídnaðurin klárar at minka sítt CO2 útlát niður í helvt, so vildi hetta merkt, at globala útlátið hevði minkað við uml. 3–4 prosent, og tað munar jú.
Sum partur av sínum arbeiði fylgir Teitur Poulsen sera væl við gongdini á grøna økinum og kjakinum í tí sambandi bæði í útlandinum og her heima. Viðvíkjandi tí grøna kjakinum heldur hann, at tað er rættuliga hugstoytt at lurta eftir tí, sum mong bera fram uttan í heila takið at hava kunnað seg nóg væl um fakta.
Kol, olja og gass 80 prosent av eftirspurninginum
"Í dag stava meira enn 80% av eftirspurninginum eftir orku, ”Primary energy demand (PED)”, frá fossilum keldum (kol, olja, gass) – so at halda, at vit kunnu vera olju/gass/kol fyriuttan, er tað sama sum at biðja ein um at baka eina gularótskøku uttan at brúka gularøtur. Tað ber rætt og slætt ikki til."
Føroyski fíggjarstjórin í Lundin vísir á, at um hugt verður eftir metingum frá IEA (World Energy Outlook) so metir stovnurin, at sjálvt tá < 2 stig scenario (Sustainable development scenario) verður fylgt, so fyllir tað fossilia meira enn 50% av eftirspurninginum (PED) í 2040, harav olja framhaldandi er ein týðandi partur, ja so týðandi at helvtin av oljuframleiðsluni í 2040 má koma frá oljugoymslum, sum í dag enn ikki eru funnar og harvið er eisini sagt, at tað avgjørt enn er relevant fyri Føroyar at bjóða seg fram sum eitt leitiøki, tí heiminum tørvar meira olju yvir tey næstu áratíggjuni.
“Vit skula heldur ikki gloyma, at hóast vøksturin í PED, sum vit hava sæð í Kina og India seinastu mongu áratíggjuni, so brúkar Kina enn bara ein fimting av USA í olju uppá íbúgva, og India brúkar minni enn ein tíggjundapart av nýtsluni hjá USA uppá íbúgvan – bæði indarar og kinverjar ynskja jú at fáa sama livistøði sum í USA, so vit kunnu bara ímynda okkum, hvør eftirspurningurin eftir olju hevði verið, um Kina og India høvdu bara helvtina av USA í nýtslu uppá íbúgvan."
Olja og gass stóran týdning fyri mannaættina
Sjálvur heldur Teitur Poulsen, at tey, sum arbeiða í oljuvinnuni, eru alt ov vánalig til at vísa á, hvat gott olja og gass hava gjørt fyri mannaættina. Síðani ídnaðarkollveltingina er globali miðal livialdurin tvífaldaður, talið av fólki í fátækradømi er fallið frá yvir 60 prosent í 1920 til undir 10 prosent í dag, og talið av 1-ára gomlum børnum, sum hava fingið minst eina vaksinu-injection er økt úr 22 prosent til umleið 90 prosent yvir tey síðstu 40 árini.
“Hetta er alt takkað verið oljuídnaðinum og búskaparvøkstrinum vit hava havt – so at vilja steðga oljuídnaðinum er utopi – men at stremba eftir framhaldandi effektivisering av oljuframleiðsluni og oljunýtsluni er ein sjálvfylgja.”
Lundin var við til at finna risastóru oljukelduna Johan Sverdrup, sum er ein hin størsta á norska landgrunninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2020
Føroyska fjarskiftisvinnan fer væntandi eisini at fáa nýggjar kundar innan eitt nú offshore í komandi árum vóna stjórarnir í eini av Føroya størstu veitingarfyritøkum, Føroya Tele.
Hóast lítlar í vavi og smáar í fólkatali so muna Føroyar og føroyingar, tá talan er um luttøku í altjóða orkuvinnu, tað veri seg frálandsvinnu (offshore), olju- og gassvinnu og nú eisini innan varandi orkukeldur so sum vindorku. Á heimsins høvum hava føroyskir sjómenn gjøgnum fleiri ártíggju mannað frálandsskip av ymsum slag, og í mong ár hava føroyskir handverkarar givið sítt týðandi íkast til eitt nú norska olju- og gassvinnu á landi og sjógvi.
Tað er tí ein sannroynd, at føroyingar hava sett og seta framvegis síni týðuligu fingramerki á virksemið og menningina innan olju- og gassvinnuna og harvið eisini orkuvinnu sum heild.
Hóast koronasóttin framvegis tálmar stórum parti av virkseminum í heiminum, so halda føroysk frálandsreiðarí eins og veitarafyritøkur av ymsum á landi framvegis tørn og bjóða seg fram við sínum veitingum og tænastum. Eitt nýtt ár við koppingarevnum fer vónandi at geva hesum fyritøkum andarúm aftur, nú hjólini kring heimin væntandi fara at mæla skjótari aftur.
Millum hesar mongu føroysku veitararnar er eisini vinnurisin Føroya Tele, sum við síni stødd og breidd og ikki minst royndum og vørum, hevur megnað at sleppa framat stórum og spennandi uppgávum hjá nøkrum av heimsins størstu fyritøkum so sum BP og Total.
Yvirtøka av undirgrund og markið byrjanin
Byrjanina til stóra olju- og gassævintýrið í okkara parti av heiminum finna vit miðskeiðis í farnu øld, tá stórar nøgdir av kolvetni vórðu funnin í undirgrundini og harvið skaptu grundarlag fyri fleiri nýggjum vinnugreinum, sum síðani vístu seg skulduc fáa stóran týdning fyri føroyingar og Føroyar eisini. Yvirtøkan av undirgrundini og ásetan av undirgrundarmarki vóru so eisini tvey sera týðandi og avgerandi stig á leiðini. Tey vórðu sjálvt grundarlagið undir fyrstu leitiboringunum á føroyska landgrunninum, sum so aftur skaptu nýggjar møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu.
Leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum gav nógv arbeiði til veitingarvinnuna, samstundis sum hon eisini gav samfelagnum íblástur av ymsum slag umframt inntøkur til landskassan. Tað hevði so eisini við sær, at føroyskar fyritøkur fóru at venda eyguni út í heim við tí í huga at fáa lut í teimum mongu uppgávunum, sum m.a. komu í kjalarvørrinum á menningini av norsku og bretsku kolvetnisvinnunum. Vaksandi virksemið hevði eisini við sær, at útlendsk frálandsskip við jøvnum millumbili eisini løgdu leiðina til Føroya at fáa tænastur av ymsum slag. Alt hetta hevur verið við til at halda lív í og menna føroyskar fyritøkur.
Fyritøkur, sum hava verið og framvegis eru partur av føroyska veitingarumhvørvinum eru m.a.: Mest, PAM Offshore, Faroe Supply Service, Thor Supply, Tor Shipping, Skansi Offshore, Effo og Magn, Poul Hansen, Poul Michelsen. ASB, Klaksvíkar Skipasmiðja, Faroe Ship, Smyril Line, Atlantic Airways, Føroya Tele eins og fleiri føroyskar kommunur. Hesar eru í dag m.a. bulurin í føroyskari veitingarvinnu og harvið eisini verkætlanini um at gera Føroyar til ein virknan tænastu- og veitingardepil í Atlantshavi. Ein verkætlan, sum helst fer at fáa meira vind í seglini, nú siglingarleiðirnar í Arktis verða opnar størri part av árinum.
Fleiri av føroysku veitarafyritøkunum her á Vónabryggjuni í Havn: umboð fyri Thor og Mest frammanfyri tær báðar oljuveitarafyritøkurnar Effo og Magn.
Frálandsskipini hjá Skansi offshore koma víða út í verð, her ein av uppgávunum í Føroyum
Atlantic Airways hevur við sínum framkomna flogflota røkt nógvar stórar uppgávur í offshorevinnuni
Føroya Tele og sjókaðalar
Nýggjasta og mest ítøkiliga dømið um eina veitingartænastu til kolvetnisvinnuna í Norðsjónum í løtuni er tað kaðal- og fjarskiftissambandið, sum Føroya Tele nú um dagarnar veitti til franska orkufelagið Total, og sum varð umrøtt á oljan.fo herfyri. Hetta er so bara tann seinasta uppgávan av slíkum slag, sum dótturfelagið hjá Føroya Tele, Shefa, hevur átikið sær seinastu mongu árini, og sum nú knýtir samskiftissamband millum oljupall í Norðsjónum og skrivstovuna í Esbjerg.
Hyggja vit eftir upprunanum til hesa fyri Føroyar áhugaverdu vinnusøgu, so byggir hon á teir báðar sjókaðalarnar hjá Føroya Tele, Shefa-2 og Cantat-3, sum ávikavist røkka til Skotlands og í Norðsjógvin, har teir koma væl við hjá stórum altjóða olju- og gassfeløgum, nú teir við sínum fjarskiftistænastum knýta arbeiðsstøðir á landi og á pallum saman. Við at brúka hetta nýggja sambandið frá ávikavist Shefa-2 og Cantat-3, kunnu oljufeløgini spara nógv, tí teimum tá ikki tørvar at hava so nógv fólk á pallunum. Nú verður størri partur av arbeiðinum nevniliga gjørdur úr landi.
Tað er ikki ov nógv sagt, at her er talan um eina fyri Føroyar veruliga sólskinsøgu, og hóast tað eru meira enn 13 ár síðani, at Føroya Tele bjóðaði seg fram við sínum tænastum í vaksandi oljuøkinum vestan fyri Hetland og seinni eisini í danska partinum av Norðsjónum, so eru boð framhaldandi eftir hesum tænastunum. Nú seinast frá franska orkurisanum Total, sum herfyri keypti ognirnar hjá Maersk í Norðsjónum og sum nú hevði tørv á at fáa fjarsamskifti millum oljupall og land gjøgnum sjókaðal hjá Føroya Tele.
Føroya Tele er við hesi tænastu síni við til at gera vinnuna meira kappingarføra og meira effektiva.
Nútímans telesamskifti, ið sjókaðalsamband sum tað Shefa fyritøkan kann veita millum land og pall, er ein av lívæðrunum í hesi orkuframleiðsluni.
Spildurnýggjur marknaður
Longu tá Shefa-2 kaðalin gjørdist veruleiki og varð lagdur á havbotnin millum Føroyar og Skotland umvegis Hetland og Orknoyggjar í 2007 vísti tað seg skjótt, at her var ein spildurnýggjur marknaður, nevniliga teir mongu oljupallarnir til havs vestan fyri Hetland. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at her vórðu vakstrarmøguleikar hjá hesi eini av Føroya størstu vinnulívsfyritøkum. Eftir neyvt og drúgvt fyrireikandi arbeiði varð sáttmáli undirskrivaður við eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP og seinni við enn ein oljurisa, nevniliga Total.
Pallurin Clair Ridge vestan fyri Hetland, sum brúkar tænasturnar frá Shefa.
Við hesum sambandinum, sum avloysir tað meira svikaliga og kostnaðarmikla fylgisveinasambandið, ber til at stýra stórum pørtum av framleiðsluni og arbeiðinum úti á feltunum úr landi. Tað ger, at manningin umborð á pallum og skipum, kann avmarkast, og tað ger aftur, at manningarnar fáa atgongd til breiðbandsinternet og gerst tað harvið meira hugaligt at arbeiða langt úr landi. Aftrat hesum koma aðrir fyrimunir so sum betran av trygdini. So her er bæði talan um rationalisering og effektivisering fyri ikki at siga sosialisering. Øll lið í framleiðsluni fáa gagn av tí betraða telesamskiftinum frá føroysku fyritøkuni.
Nøkur ár seinni eftir væleydnaðu byrjanina vestan fyri Hetland, fór Føroya Tele undir at veita somu tænastur til oljupallar hjá oljufeløgum sum Maersk og Hess í Norðsjónum. Cantat-3 kaðalin, sum Føroya Tele hevði keypt, gjørdi hetta møguligt. Og herfyri var so enn ein pallur í Norðsjónum knýttur til lands við nýggja kaðalsambandinum HRONN.
Fjarskiftisvinnan stóran týdning
Nú nærkast einum nýggjum ári hevur oljan.fo spurt teir báðar, Jan Ziskasen, samtaksstjóra í Føroya Tele og Páll Vesturbú, stjóra í Shefa, hvørjar royndir teir hava gjørt sær higartil við hesum nýggja útflutninginum, og hvussu framtíðin sær út í so máta.
“Vit eru sera fegin um, at hesi sjókaðalsambond, sum hava so stóran týdning fyri, at fjarskifti kann virka optimalt í Føroyum eisini,kunnu gagnnýtast av øðrum pørtum. Í dag hevur hetta sera stóran týdning fyri raksturin hjá felagnum Shefa, tí meginparturin av inntøkunum hjá felagnum stava frá offshorevirkseminum vestan fyri Hetland og í Norðsjónum umframt frá ymsum pørtum í fjarskiftisvinnuni í Hetlandi og Orkney oyggjunum.
Shefa hevur havt úr at gera í ár við at fáa lagt HRONN kaðalin í Norðsjónum, men virksemið hjá olju- og gassvinnuni annars hevur verið merkt av COVID-19 farsóttini, og hettar hevur eisini ávirkað søluna hjá Shefa til hesa vinnuna í ár.
Tó vænta vit, at nýggir kundar kunnu koma afturat í framtíðini. Ætlanir eru at útbyggja nýggj olju- og gassøki vestanfyri Hetland komandi árini, og vit vóna, at hesi nýggju øki vilja blíva kundar hjá Shefa eisini.”
Veitingarvinnan og møguleikar í komandi tíðum
Nýggju oljuøkini teir báðir stjórarnir sipa til eru m.a. oljukeldurnar Cambo, Rosebank og Clair South umframt gasskelduna Glendronach, allar á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar. Útbyggingarætlanir fyri hesar stóru útbyggingarnar hava verið á tekniborðinum, men orsakað av korona og avleiðingunum av hesi farsóttini eitt nú við lækkandi oljuprísum og minkandi eftirspurningi, eru tær lagdar á hillina fyribils. Tó bendir okkurt á, at onkur teirra ella nakrar fara at vera tiknar framaftur, so skjótt koronasóttin er farin at leggja seg aftur.
Og tá tað hendir, so kemur ikki bert Føroya Tele aftur inn í myndina sum veitari av tænastum, men tá verða vónandi eisini boð eftir øðrum tænastum og vørum frá ymsum veitarum í Føroyum. Tess nærri Føroyum hesar útbyggingar fara fram, tess størri møguleiki er fyri, at Føroyar sum veitingardepil kunnu gerast ein týðandi veitari, nú teinurin til veitingarhavnirnar í bæði Hetlandi og Skotlandi er longri enn til Føroya.
Vert er eisini at hava virksemið eystan fyri føroyska markið í huga, tá talan er um nýggjar møguleikar hjá føroysku veitingarvinnuni. Og her hómast so eisini møguleikin fyri at fáa útlendsk oljufeløg at gera brúk av føroysku “Open Door” leitiskipanini, sum sambært landsstýrismanninum í oljumálum, Helga Abrahamsen, har dyrnar til føroyska landgrunnin standa víðopnar fyri framtíðar olju- og gassleiting, nakað, sum vit av royndum vita, kann seta nógvar ringar í sjógvum og skapa grundarlag fyri nýggjum uppgávum hjá føroysku veitingarvinnuni. Og um sama mundið gera serfrøðingarnir á Jarðfeingi alt tað tey kunnu fyri at rudda slóð fyri útlendsku oljufeløgunum, nú tey har ikki eru í iva um, at tað í føroysku undirgrundini finst stórt ríkidømi, ið aftur kann gerast týðandi partur av føroyska búskapinum í framtíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Sambært framrokningunum hjá Unicef kunnu føroysku børnini, ið verða fødd í dag, rokna við at liva í 93,8 ár
Eitt føroyskt barn, sum verður borið í heim nýggjársdag 2021, kann rokna við at liva til tað verður 93,8 ár.
Tað vísir ein uppgerð, sum Unicef, altjóða barnagrunnurin undir ST, hevur kunngjørt á nýggjárinum.
Harvið verður mett, at føroyingar koma at hava munandi lægri livialdur enn íbúgvarnir í okkara nærmastu grannalondum.
Tað landið í heiminum, har roknað verður við, at íbúgvarnir fara at liva longst, er lítla fjallalandið Andorra í Pýrinea-fjøllum millum Frakland og Spania.
Eitt barn, sum verður borið í heim í Andorra í dag, kann rokna við at livat til tað verður heili 119,2 ár, vísir uppgerðin.
Miðallivialdurin fyri allan heimin fyri tey næstan 400.000 børnini, sum væntast verða borin í heim í dag, er roknaður til 84,4 ár.
Ringast eru útlitini hjá børnunum í Miðafrikanska Lýveldinum og í Kjadd, har livialdurin verður roknaður til 61,4 ár.
Í heilt nógvum londum verður roknað við einum livialdri oman fyri 100 ár, nevniliga í hesum.
Andorra 119,2
Sveits 116,4
Spania 114,6
Frakland 114
Portugal 113,7
Finnland 112,7
Italia 112,5
Belgia 111,6
Grikkaland 111,3
Japan 111,1
Svøríki 110,2
Avstralia 110,1
Noreg 109,9
Eysturríki 109,9
Monako 108,8
Luksembourg 108,8
Hongkong 108,8
Týskland 105,8
Írland 105,6
Macao 105,2
Slovenia 104,7
Niðurlond 104
Singapore 103,7
New Zealand 103,3
Kanada 103,3
Suðurkorea 103
Ísrael 102,6
Danmark 102,1
Guadeloupe 101,7
Puerto Rico 101
Stórabretland 100,3
Poland 100,2
Malta 100
Íslendingar verður mettir at fara at liva 99,9 ár, føroyingar, sum sagt, í 93,8 ár og grønlendingar í 81,6 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Bygdaráðið í Fugloyar kommunu varð skipað mikudagin – Marit Fríða Christiansen verður varaborgarstjóri
Mikudagin 30. desember varð nýggja bygdaráðið í Fugloyar kommunu skipað.
Á kommunuvalinum í november vórðu Símun Gullaksen, Amalia í Frammistovu, og Marit Fríða Christiansen vald í bygdaráðið, og greitt er nú, at Amalia í Frammistovu heldur fram í borgarstjórasessinum.
Varaborgarstjóri verður Marit Fríða Christiansen.
Triði bygdaráðslimurin, Símun Gullaksen, varð annars, við 13 atkvøðum, toppskorarin á valinum í kommununi. Amalia í Frammistovu fekk 11 atkvøður, og Marit Fríða Christiansen fekk sjey.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
"Býráðið fyri borgaran" er heitið á samstarvinum í nýggju samgonguni í Tórshavnar kommunu
Seinnapartin nýggjársaftan varð endaligt punktum sett í samgonguskjalið hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum er millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit.
- Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gangs fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum, sigur nýggja samgongan.
- Fyrst í komandi ári koma vit at greiða nærri frá innihaldinum í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Margreth skuldi koma til Føroya mikudagin, men veðrið ger at skipið er seinkað 3-4 dagar
Íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum felagið aftanfyri uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur keypt, skuldi eftir ætlan koma til Føroyar mikudagin, men er nú seinkað.
Margreth skal yvirtakast í Føroyum, og hava nýtt navn, og Bogi Rasmussen, skipari og ein av eigarunum, upplýsir, at nýggja navnið verður Christian.
Skipið er seinkað eini tríggjar til fýra dagar, og tað er veðrið og nøkur onnur smá viðurskiftir, sum er orsøk til tað, sigur Bogi Rasmussen í stuttari viðmerking.
Eftir at skipið er komið til Føroyar, vænta nýggju eigararnir at tað ganga eini 14 dagar áðrenn skipið er siglingarklárt eftir føroyskum treytum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2020
Formaðurin í Skipara- & navigatørfelagnum síðani 2014 heldur fram. Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í vikuni
Føroya Skipara- & Navigatørfelagið hevði mánadagin aðalfund, og greitt er, at formaðurin síðani 2014, Annfinnur Garðalíð, heldur fram í sessinum.
Atkvøðurnar fullu soleiðis, at Annfinnur Garðalíð fekk 84 atkvøður, Jóhan Eli L. Poulsen fekk 60 atkvøður, Niels J. Nielsen 57 atkvøður, Annfinn Fagraklett 48 atkvøður, Jón Bogi Guttesen 38 atkvøður og Kristian Oskar Henriksen gjørdist nývaldur nevndarlimur við 27 atkvøðum.
Nevndin hevur longu skipað seg. Tað varð gjørt eftir aðalfundin, og við Anfinni Garðalíð sum formanni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2020
Bara siglt í eina viku, men vit halda at Hav Vestlandia er í góðum standi og roynist væl
- Vit halda, at skipið er í góðum standi og roynist væl, hóast vit bara hava siglt við tí í umleið eina viku. Vit komu umborð í Póllandi 10. desember og vóru við til at gera skipið sjóklárt. Síðani lastaðu vit hveiti í Svøríki og sand í Norra, áðrenn leiðin lá á Fuglafjørð, har vit komu jólakvøld.
Tað sigur Leivur Christiansen, skipari, á Hav Vestlandiu.
- Kømrini og uppihaldsrúmini eru niðarlaga í mun til fleiri av skipunum av somu stødd, og tað gevur minni rull enn, har kømrini eru langt oman fyri vatngangin. Skipið hevur trý skott í lastini, og tað gevur okkum møguleika fyri at sigla við fýra ymiskum støddum av til dømis skervi ella við fleiri sløgum av farmi, sigur Leivur Christiansen.
Tá Hav Vestlandia var liðug at lossað í Fuglafirði, skuldu teir á Sund av lossa sand. Aftaná liggur leiðin yvir aftur til Noregs eftir meiri sandi.
Sjómanstrúboðarin var umborð mánadagin við bókum og øðrum, sum Sjómansmissiónin letur umborð á skip, sum koma í flotan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Heitt verður á fólk um at beina avlopsfýrverk, ið kann kykna av sær sjálvum, burtur við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtsluplás
Ein rúgva av fýrverki varð sent upp í luftuna kring Føroyar á nýggjárinum. Men tað er ofta avlopsfýrverk, og hetta kann verða vandamikið, og tað skal beinast burtur á rættan hátt, minnur IRF á:
- Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Av trygdarávum mælir IRF fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Um fýrverk til dømis liggur í hjalli ella ráligum kjallara, so kann tað gerast óstøðugt og vandamikið, tí hitin í slíkum støðum sveiggjar við árstíðini.
Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða, skrivar IRF, og heitt verður tí á fólk um at beina fýrverk burtur við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Talan er um eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar – hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna
1. januar 2021 byrjaði átakið Virkin januar, sum ABC fyri sálarliga heilsu skipar fyri.
Januar er byrjanin uppá eitt nýtt ár, og er eisini tíðin, tá nógv seta sær nýggj mál og avbjóðingar. At taka lut í Virkin januar er tí eitt gott høvi at fáa eina góða byrjan uppá 2021 og byrja árið við at gera ymiskt gott fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna, skrivar Fólkaheilsuráðið.
Talan er um eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna.
– At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur størri meining fyri tann einstaka.
Átakið Virkin januar er fyri øll, og ein og hvør kann luttaka í tann mun, sum tann einstaki megnar.
Har eru tveir álmanakkar, ein til børn/ung og ein til ung/vaksin. Til ber at taka kalendararnar niður á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum og deila teir við onnur ella prenta og hanga upp.
Luttakarar kunnu eisini taka lut í kappingini, sum Fólkaheilsuráðið skipar fyri á Instagram í sambandi við átakinum.
– Vís okkum hvussu tú tekur lut í Virkin januar, og ver við í lutakastinum um eitt gávukort frá NAX, virði 5000 kr. Gávukortið kann brúkast til t.d. kajakk, fjallatúrar ella túrar við skjóttgangandi báti.
Tørvur er á at ansa eftir sálarligu heilsuni
Fólkaheilsuráðið hevur fyri stuttum kunngjørt úrslit frá kanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019. Les meira her.
Úrslitini frá kanningini vísa á, at sálarliga heilsustøðan hjá einum stórum bólki av teimum millum 18-35 ár ikki er góð, og tí er tørvur á at gera nakað við sálarligu heilsuna í Føroyum, sigur Fólkaheilsuráðið.
– Átakið Virkin januar er ein máti, vit kunnu leggja dent á at fremja og varðveita góða sálarliga heilsu. Við átakinum vísa vit eisini á, at sálarlig heilsa snýr seg um annað enn at viðgera sjúku. At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga eru grundleggjandi byggisteinar fyri at menna sálarligu heilsuna. At vera virkin heldur okkum vakin, ágrýtin og í sambandi við onnur.
Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin, sigur Fólkaheilsuráðið.
Við nýggja átakinum Virkin januar eggjar ráðið einstaklingum, skúlum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum.
Meira um Virkin Januar kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur tikið avgerð um at víðka tilmælini um ongar gudstænastur fram til fyrsta sunnudag eftir trettanda
Fyri áleið tveimum vikum síðani tók leiðslan í fólkakirkjuni avgerð um, at ongar gudstænastur fóru at vera jólaaftan og jóladag, samstundis sum hon mælti privatum samkomum til eisini at avlýsa sínar gudstænastur.
Jólaaftan varð avgerð tikin um eisini at avlýsa gudstænasturnar fram til nýggjársdag, og nýggjársaftan vórðu tilmælini víðkaði enn einaferð.
Tað boðar leiðslan í fólkakirkjuni frá á folkakirkjan.fo.
Eftir at hava mett um støðuna enn einaferð, hevur leiðslan í fólkakirkjuni tikið avgerð um, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum fram til fyrsta sunnudag eftir trettanda – 10. januar 2021.
Kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum, sum er dagfest 21. oktober 2020.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Nýggj útvarpsrás tekur táttin upp eftir R7 og byrjaði at senda á nýggjárinum
Útvarpsrásin R7 boðaði herfyri frá, at tey fóru at gevast at senda nýggjársaftan, og nú er greitt, at Radio.fo tekur yvir.
- Tað er við stórari gleði, at Radio.fo nú kann boða frá, at avtala er gjørd við R2 Net um, at Radio.fo tekur við á FM-sendinetinum eftir R7, skrivar radio.fo á heimasíðuni.
Radio.fo hevur sent á alnótini í desember, og verður nú eisini landsdekkandi á FM-sendinetinum.
Stigtakararnir til nýggju útvarpstásina sum ætlar at byggja víðari á tann fólksliga leistin hjá R7, eru Jógvan Poulsen og Andrew Djurhuus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2020
Noreg: Enn er óvist hvat er hent við 10 av fólkunum, sum búgva í økinum
Bjargingafólk leitaðu enn nýggjársdag eftir fólkum í skriðuni, sum í vikuni fór við fleiri húsum í einum øki kallað Ask, nærhendis býnum Gjærdum, einar 25 kilometrar í ein landnyðring úr høvuðsstaðnum.
Vanlukka hendi mikumorgunin og síðan hevur verið leitað, mest við tyrlum og dronum, men tey sóðu einki til tey 10 fólkini, ið vórðu saknað.
Minst 14 hús lógu í økinum, sum í fyrstu atløgu fór í skriðuni. Opið var 700 metrar langt og einar 10 til 20 metrar breitt, upplýsir løgreglan.
Fleiri hús standa tætt við eggina til stóra holið. Nakað eftir at skriðan var lopin, fóru tvey hús afturat niður av kantinum.
Løgreglan heldur, at tað kunnu hava verið fólk í fleiri av húsunum, sum fóru í skriðuni.
- Vit hava orsøk at halda, at persónar vórðu tiknir í skriðuni, segði átaksleiðarin hjá løgregluni mikudagin.
Men bjargingarfólk kunnu bert sleppa framat úr luftini.
Nøkur fólk, illa fyrikomin av kulda, vóru mikudagin hivað upp við tyrlu úr oyðiløgdu húsunum.
Ikki fyrr enn tað lýsti fyri degi í mikumorgunin, var greitt hvussu umfatandi vanlukkan vísti seg at vera.
Umleið 700 fólk í økinum vórðu í fyrstu atløgu flutt burtur. Nakrir koronasjúklingar á nærmasta sjúkrahúsi máttu flytast til annað sjúkrahús fyri at geva pláss fyri fólkunum, sum skuldu endurhýsast.
Norski stjórnarleiðarin, Erna Solberg, skundaði sær sama dag til økið saman við Monicu Mæland, løgmálaráðkvinnu.
- Tað er ein ógvuslig uppliving at vera her og síggja myndirnar frá vanlukkustaðnum og alla skriðuna, og sjálvandi at vita, at tað eru fleiri, sum vit ikki kenna lagnuna hjá, segði Solberg við NTB.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Komandi tíðina koma næstan 48.000 nýggir skamtir til Danmarkar um dagin
4.788 persónar í Danmark fingu fyrsta samdøgrið tann fyrsta av tveimum skamtun av koronavaksinu.
Hetta svarar til 0,08 prosent av fólkinum, vísir ein uppgerð frá Statens Serum Institut.
Í fyrstu sending av koppsetingarheilivági frá Pfizer og BioNTech, sum kom til Danmarkar síðsta leygarmorgun, vóru 9.750 skamtir. Hesir vórðu síðan býttir út í tær fimm regiónirnar í Danmark, og teir fyrstu íbúgvarnir á røktarheimum vórðu prikaðir sunnumorgunin.
Eisini ein partur av røktarstarvsfólkunum fingu bjóðað at verða koppsett.
Uppgerðin frá Statens Seruminstitut vísir, at flestu vaksinurnar vórðu givnar til fólk í aldursbólkinum 80 til 89 ár. Men fólk í øllum aldursbólkum vórðu koppsett, eisini nøkur í aldursbólkinum 10 til 19 ár, skrivar Ritzau.
Fremst í bíðirøðini í Danmark standa tey eldru, tey kronisk sjúku og starvsfólk í heilsuverkinum.
Longu mánamorgunin kom nýggj veiting av koppsetingarevni til Danmarkar, og komandi vikurnar fara at koma upp móti 48.000 skamtar um dagin, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2020
Professari í veðurlagsframrokning rættleiðir nýggjársrøðuna hjá drotningini
Tá Margreta drotning í síni nýggjársrøðu segði, at veðurlagið hevur fingið tað betri undir koronakreppuni, so er tað ikki heilt rætt.
Tað sigur Peter Langen, professari í veðurlagsframrokning við universitetið í Aarhus við Danmarks Radio.
Orðini hjá drotningini fullu soleiðis: “Veðurlagið hevur fingið tað betri undir kreppuni – tað skulu vit leggja merki til, og tað er av týdningi, at vit framhaldandi ansa væl eftir náttúruni”.
- Eg undraðist á orðingina, tí tað er í veruleikanum ikki heilt rætt, at veðurlagið hevur fingið tað betri, sigur professarin.
Tí hóast tað, sambært honum, er rætt, at luftin er vorðin nakað reinari, so er tað ikki tað sama, sum at veðurlagið hevur fingið tað betri.
- Har kunnu vit ikki síggja nakran batning. Tann steingingin, ið hevur verið undir koronakreppuni, hevur ikki ført til nakra broyting í sjálvum veðurlagnum, sigur Peter Langen.
Koronasteingingin hevur merkt, at tað verður leitt minni koltvísúrni í luftina, tí framleiðslan og ferðslan hevur verið minni.
- Tað hevur givið eitt fall í CO2-útlátinum, áleið fimm brosent lægri í 2020 enn tað hevði verið uttan korona.
Veðurlagsgranskarin greiðir frá, at CO2 tekur fleiri 100 ár at niðurbróta í atmosferuni. Tí skal meira til enn ein steinging í nakrar mánaðir ella eitt ár til at geva munandi betringar í veðurlagnum.
- Fyri at fáa eina minking, sum kann mátast, so skulu vit hava eina minking í CO2 útlátinum í nøkur áratíggjur, annars hendir einki.
Og tað er bara fyri at máta ein mun í innihaldinum í luftini. Um ein broyting skal merkjast í veðurlagnum, so skal nógv meira til.
Um vit eitt nú skulu náa málinum í Parisavtaluni um at avmarka hitalagið so vøksturin heldur seg innan fyri 1,5 til tvey hitastig í mun til støðið áðrenn ídnaðarkollveltingina, so skal uppaftur meira til.
- Tað krevur, at vit minka útlátið við fimm prosentum hvørt ár. Tað krevur nógv meira enn eina koronasteinging, sigur Peter Langen.
So hóast hann harvið køvir ljóspunktið í røðuni hjá drotningini, so er tó okkurt jaligt at hóma, sambært professaranum.
- Hetta árið hevur víst, at tá tað veruliga stendur á, so eru vit til reiðar at fremja munandi broytingar. Tað er nakað, vit skulu taka við okkum í royndini at koma á mál við Parisavtaluni, sigur Peter Langen við dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Bretsk skip sleppa framhaldandi at fiska í ES-sjógvi hóast fiskivinnusamráðingarnar við ES, Noreg og Føroyar ikki eru komnar upp á pláss enn
Bretska stjórnin kunngjørdi fyri nýggjár, at galdandi ES-kvotur fyribils verða galdandi fyri bretska fiskiflotan. Hetta fyri at tryggja, at fiskiskapurin kann halda fram til ein fiskivinnuavtala er funnin í samráðingunum við ES, Noreg og Føroyar.
Stjórnin fer í samráð við bretsku fiskivinnuumsitingina, The Devolved Administrations and Marine Management Organisation, at tryggja, at fiskað verður í samljóð við handils- og samstarvsavtaluna, sum Bretland júst hevur gjørt við ES-felagsskapin, og í samsvari við tilráðingarnar frá altjóða ráðgevingarstovninum fyri fiskivinnu, Ices.
Fiskivinnusamráðingarnar fara í gongd nú, Bretland og ES eru komin ásamt um eina handils- og samstarvsavtalu. Her framgongur, at Bretland so líðandi fær ein størri part í sín lut av kvotunum í bretskum sjógvi. Í løtuni er bretski parturin í egnum sjógvi beint oman fyri helmingin av samlaðu kvotunum. Komandi árini skal hesin partur hækkast til tveir triðingar av kvotunum.
Í avtaluni millum Bretland og ES hava bretsk skip í løtuni loyvi at fiska í ES-sjógvi og ES-skip loyvi at fiska í bretskum øki. Men frá í dag at rokna skulu tey einstaku skipini tó hava serstakt loyvi til tess. Í næstum verður farið í gongd við hesi loyvisskipan, skrivar nýsælandski miðilin, miragenews.com.
Bretsk skip hava í løtuni ikki loyvi til at fiska í norskum og føroyskum sjógvi, og norsk og føroysk skip heldur ikki í bretskum sjógvi fyrr enn ein avtala er gjørd.
Bretski fiskivinnuráðkvinnan, Victoria Prentis, sigur soleiðis í sambandi við at Bretland nú aftur fær ræði av egnum sjóøki:
- Fyri fyrstu ferð í 40 ár fara vit nú undir fiskivinnusamráðingar sum sjálvstøðug strandartjóð. Sum óheft ábyrgdarfult strandarland fara vit at tryggja eina burðardygga fiskiveiðu, og tryggja okkara fiskimonnum framhaldandi ótarnaðan fiskiskap meðan samráðingarnar fara fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
18 kilometra langt tunnilsrør skal leggjast á botn millum Lolland og Fehmern
1. januar byrjaði arbeiðið við at leggja eina vega- og tokbreyt niður á havbotnin millum Lolland og oynna Fehmern í Norðurtýsklandi.
Væntandi verður 18 kilometra langa tunnilsrørið klárt at taka í brúk í 2029.
Fyrsta stig í arbeiðinum er at byggja eina verksmiðju, sum skal framleiða betongelementini, sum tunnilin verður gjørdur av.
Tunnilin verður bygdur við 89 elementum, ið verða stoypt uppi á landi og síðan søkt niður á havbotnin.
Onkur av verkætlanunum í sambandi við tunnilsarbeiðið er tó byrjað frammanundan, eitt nú ein arbeiðshavn í Rødby á Lollandi.
Ætlanin at gera Femern-sambandið byrjaði fyri 25 árum síðani, og arbeiðið er nógv seinkað í mun til upprunaligu ætlanirnar. Tá vær ætlanin at byggja eina brúgv, men henda ætlanin varð broytt til ein tunnil í 2011.
Ein orsøk til seinkanina er, at grannar hjá verkætlanini hava lagt klagur inn. Eisini hava umhvørvisfelagsskapir og skipafeløg sett set ímóti ætlanini, men í november vórðu hesi mótmælini kveistrað til viks av fyrisitingardómstólinum í Leipzig.
Harvið verður eisini møguleiki at seta spakan í í Týsklandi eisini. Tað hendir einaferð komandi ár, skrivar Ritzau.
Við tunlinum tekur túrurin úr Lollandi til Týsklands 10 minuttir í bili. Í løtuni tekur hann 45 minuttir við ferju.
Orsaka av koronastøðuni í Danmark, varð einki hátíðarhald, tá spakin varð settur í. Í staðin fyri at vera á staðnum, varð skipað fyri einum átaki á netinum, har danski samferðslumálaráðharrin, Benny Engelbrecht, setti spakan í ein kassa vil lollendskari mold, ið varð flutt inn á ráðharraskrivstovu hansara.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Av manningini, sum taldi 19, eru bert tvey bjargað higartil
17 sjófólk eru saknað, eftir at eitt russisk fiskiskip mánadagin sakk í Barentshavinum, upplýsa russisku myndugleikarnir sambært fleiri tíðindastovum.
Umborð á skipinum, ið nevnist Onega, vóru 19 fólk, og tvey vórðu bjargað.
Hildið verður, at tað var ísur, sum var orsøkin til, at skipið sakk, skrivar Ritzau.
Onega varð bygt í 1979.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2020
Vit mugu brúka tað, sum vit hava lært seinasta árið at fyrireika okkum til aðrar heilsukreppur, sum fara at koma í framtíðini, sigur WHO-aðalskrivarin, Tedros Adhanom Ghebreyesus
Koronafarsóttin verður ikki tann síðsta kreppan av hesum slagnum. Tað sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.
– Søgan sigur okkum, at hetta ikki verður seinasta alheimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum, sigur hann á fyrsta "altjóða degnum til fyrireiking av farsóttum" (International Day of Epidemic Preparedness).
Fyrst í hesum mánaðinum samtykti ST, at 27. desember framyvir skal verða "atljóða dagurin til fyrireiking av farsóttum". Hetta varð gjørt í eini roynd at fáa heimin at gagnnýta tað, sum mann hevur lært av koronafarsóttini, so til ber at fyrireika seg til aðrar heilsukreppur í framtíðini.
Sambært Tedros Adhanom Ghebreyesus kann mann við at seta fleiri pengar í almenna heilsu tryggja, at komandi ættarliðini fáa ein meira mótstøðuføran og burðardyggan heim.
– Vit mugu læra av tí, sum hendan farsóttin hevur víst okkum, sigur aðalstjórin í WHO sambært Ritzau.
Hann vísir á, at koronafarsóttin ikki kom óvart á Heimsheilsustovnin, sum fleiri ferðir gjøgnum árini hevur ávarað um, at har kann koma ein alheimsfarsótt, og at heimurin ikki hevur verið nóg væl fyrireikaður.
Sambært Worldometers.info hava 80,7 milliónir fólk seinasta árið fingið staðfest koronasmittuna, og av teimum eru 1,7 milliónir deyð. 57 milliónir eru vorðin frísk aftur, og 22 milliónir eru positiv í løtuni. Av teimum hava 99,5 prosent mild sjúkueyðkenni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2020
Málið hjá 20-ára gamla vongbakkinum hjá NSÍ til 1-0 á Tórsvølli móti HB 28. oktober fekk nærum 40 prosent av atkvøðunum
Pætur Turiðarson Skipanes fekk í 2020 sítt gjøgnumbrot. Hann kom inn á vinstra vongbakk hjá NSÍ, og spældi har 18 dystir. 20-ára gamli leikarin gjørdi tað væl og varð úttikin til U21-landsliðið.
Ímóti endanum av kappingarárinum gjørdi Pætur Skipanes veruliga vart við seg við tveimum góðum og umráðandi málum á Tórsvølli móti HB og B36, og tað var málið til 1-0 í dystinum móti HB í 25. umfari, sum varð kosið sum tað besta í allari kappingini: Uppspælið hjá NSÍ var heilt gott, Petur Knudsen fekk bóltin við brotsteigarmarkið, dró fleiri HB-leikarar til sín, spældi snilt við hælinum afturum seg, og har kom maðurin við 26-talinum á rygginum í fullari ferð og smekkaði bóltin framvið Teiti Gestssyni.
Tilsamans 466 mál blivu skorað í teimum 135 dystunum í Betrideildini hjá monnum farna kappingarár. Og beint undan jólum varð greitt, at tað var Pætur Skipanes úr NSÍ, ið gjørdi tað besta málið. Umleið túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og málið hjá Pæturi fekk beint undir 40 prosent av atkvøðunum, boðar FSF frá.
Umframt heiðurin, fekk NSÍ-leikarin eisini eina minnisplástu við áskriftini um, at hann skoraði Ársins mál 2020 í Betrieildini hjá monnum, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá Effo.
Mynd: Fótbóltssamband Føroya
Kendi frásøgumaðurin hjá Televarpinum, Niels Petersen, fekk fyrr í mánaðinum til uppgávu at velja fimm mál burtur úr rugvuni, sum skuldu tilnevnast til ársins mál.
Frá 16. desember og eina viku fram var møguleikan at atkvøða á Facebook vanganum hjá Televarpinum. Har kann málið síggjast - eisini saman við teimum hjá Stefani Radosavljevic (frísparksmáli móti KÍ) Adriani Justinussen (frísparksmáli móti AB), Jóannesi Bjartalíð (gott skot eftir frálíka alvering frá Patriki Johannesen móti HB) og Urosi Stojanov (hegnisliga málinum í Trongisvági).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
27-ára gamli Mathias Trane hevur umboðað bæði AaB, liðfelagið við Gilla Rólantsson, og OB, liðfelagið við Jóan Símun Edmundsson, í Superliguni, har hann er skrásettur fyri 40 dystir. Í 2020 hevur hann spælt í næstbestu deildini í Danmark
B36 kunngjørdi annan jóladag sín fyrsta styrk til komandi kappingarár.
Talan er um ein miðvallara við Superligaroyndum: B36 hevur gjørt eitt-árs sáttmála við 27-ára gaml miðvallaran Mathias Trane.
Hann er uppvaksin í HIK - í Hellerup ið er tætt við Keypmannahavn. Frá 2014 til 2016 spældi hann við AaB, har hann var liðfelagi við millum annað Gilla Rólantsson. Har gjørdist talan um átta dystir í Superliguni. Talan gjørdist um fleiri dystir í OB - 32 - har Mathias Trane spældi til 2018. Tað var í sama tíðarskeiðið, sum Jóan Símun Edmundsson var í felagnum.
Síðani hevur miðvallarin, ið er 1.91 metrar høgur og verður lýstur sum ein skilagóður og tekniskt dugnaligur miðvallari á Facebook-síðuni hjá B36, umboðað millum annað barnsdómsfelagið. Í ár hevur Trane spælt við Nykøbing í næstbestu donsku deildini, og harvið var hann eitt stutt skifti liðfelagið við áleyparan hjá HB, Mikkel Dahl, ið veruliga hevur gjørt vart við seg, síðani hann kom til Føroyar í juli.
- Við Mathias fáa vit ein hartarbeiðandi og dugnaligan miðvallara, sum setur hørð krøv til sín sjálvan og sum er svangur at royna nýggjar avbjóðingar. Hann styrkir væl um hópin og hansara royndir á høgum støði koma heilt víst hópinum til góðar.
Hetta sigur Dan Brimsvík við Facebook-síðuna hjá B36. Nýggi venjarin fegnast um, at tað hevur eydnast B36 at fáa hendan leikara í hópin. Mathias
- Eg eri glaður og errin av, at nú kunna kalla meg B36-leikara. Eg síggi fram til eitt spennandi kappingarár, har eg vil geva mítt íkast til, at vit sum lið uppnáa málsetningin hjá felagnum, og geva áskoðarunum nakað at fegnast yvir - sum tey hava uppiborið, sigur Mathias Trane við facebook-síðuna hjá B36.
Michal Przybylski og Stefan Radovaljevic eru farnir til HB og Árni Frederiksberg til KÍ. Ivamál er eisini um aðrar leikarar, sum vóru í hópinum hjá B36 í ár. Sum skilst verður Mathias Trane ikki seinasti útlendski styrkurin hjá B36.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2020
16-ára gamli hoyvíkingurin í FC Midtjylland sleppur, so skjótt sum koronastøðan er batnað, at venja við hollendska stórfelagnum
Hann fór úr HB til Midtjylland fyri skjótt trimum árum síðani, har hann hevur gjørt vart við seg á serliga U17-liðnum. Heini Fossdalsá Sørensen er longu skrásettur fyri 15 U-landsdystir og fimm mál, og miðvallarin er mettur at vera sera evnaríkur - við og uttan bólt.
Tá hann fylti 15 ár, 27. januar í 2019, skrivaði Heini undir ein trý-ára sáttmála við FC Midtjylland, og tað verður væntað nógv av føroyinginum í felagnum.
Heini Fossdalsá Sørensen, tá hann skrivaði undir sáttmála við FC Midtjylland, sum 15-ára gamal (Mynd: fcm.dk)
Skjótt 17-ára gamli hoyvíkingurin er uppvaksin í HB, og skjótt sleppur hann at royna seg í hollendska høvuðsstaðnum. In.fo skrivaði á jólum, at Ajax hevur víst áhuga fyri Heina, og at avtala er komin í lag millum Ajax og FC Midtjylland um, at føroyingurin skal venja við í Amsterdam.
Tað kann væntast, at Heini F. Sørensen skal venja við hjá Ajax í eina viku. Enn er dagfestingin ikki heilt greið orsakað av koronustøðuni, ið ger tað trupult at fáa slíkar venjingar í lag, men so skjótt sum tað ber til at ferðast til Hollands sum vanligt, so fer Heini avstað.
- Tað er altíð hugaligt, tá útlendsk feløg vísa áhuga fyri føroyskum spælarum. Serliga tá talan er um stór og viðurkend feløg sum eitt nú Ajax, sigur Jákup í Stórustovu, ið er umboðsmaður hjá Heina, við in.fo.
Ajax er størsta felagið í Hollandi og er kent fyri at menna eina rúgvu av evnaríkum leikarum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Bakkurin fær møguliga ikki sínar fyrstu landsdystir nú í januar orsakað av skaða í tjúkkanum - um hann ikki verður tøkur, kemur Hans Eli Sigurbjørnsson inn í 16-mans hópin, sum nú er endaliga úttikin
Fyrstu dystirnir í undankappingini til EM 2022 skuldu verið leiktir tíðliga í november, men vórðu teir kortini ikki orsakað av koronustøðuni í Kekkia. Nú fer helst at eydnast at leggja til brots - Kekkia vitjar í Høllini á Hálsi 6. januar, og tríggjar dagar seinni spæla liðini í Plzen.
Hópurin, sum er úttikin, er næstan júst tann sami, sum tann ið Sonni Larsen og Dia Midjord tóku út í oktober. Ein munur er, at tað eru 16 leikarar á listanum ístaðin fyri 17. Pætur Mikkjalson varð úttikin til seinna dystin, sum skuldu verða í november, av tí at Rókur Akralíð bert var tøkur til tann fyrra. Nú er royndi miðverjuleikarin og strikan til reiðar báðar dystirnar, og tí er Pætur Mikkjalson ikki úttikin.
Filip Jojic hevur sín fyrsta landsdyst til góðar, eftir at hann fekk øll pappírini uppá pláss í summar. Tað veðrur møguliga heldur ikki hesaferð - VÍF-leikarin hevur trupulleikar við tjúkkanum, og tí er hann ivasamur til dystirnar boðar hondbóltssambandið frá. Tað er Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF, ið er á "standby", um Filip ikki verður til reiðar.
Landsliðsvenjararnir Sonni Larsen og Dia Midjord siga seg annars vera væl nøgdar við avrikini frá úttiknu leikarunum eftir seinastu samling í ár.
- Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at vera so klárir sum gjørligt til dystirnar móti Kekkia. Har eru nøkur smáting, ið vit fara at arbeiða við dagarnar upp undir dystirnar, fyri at lyfta støðið eitt vet hægri, sigur Sonni Larsen, høvðusvenjari, og leggur aftrat, at talan er um smáumbøtingar á neyvleika og skotum.
Eingin atgongumerkjasøla verður til dystin orsakað av koronastøðuni.
Hópurin til dystirnar móti Kekkia:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2020
Tað fór frá eitt sindur av uppfrískan til eina heildarumvæling
Í 2018, keyptu vit okkara fyrstu hús. Húsini eru bygd í 1906. Planurin var at mála eitt sindur, gera eitt eyka kamar á loftinum og skifta tekjuna. Men ætlanin broyttist tá vit fóru í gongd. Tað fór frá eitt sindur av uppfrískan til eina heildarumvæling.
Okkum dámdu sera væl staðsetingina av húsinum. Tað lá tætt við miðbýin og hevði ein trappu í urtagarðinum sum leiddi niðan til skógøkið beint omanfyri
Mánaðin vit fluttu inn, gingu vit bæði til roynd. Alt var eitt stórt rok og tí fóru vit ikki undir at seta í stand fyrr enn mánaðan eftir.
Floksfelagir hjá Dánjal høvdu bjóðað seg til at hjálpa til í nakrar dagar at skifta takið. Tí gjørdist hetta fyrsta stigið í umvælingini.
Húsini høvdu verið ígjøgnum eina óhepna umvæling í 70’unum. Tí ynsktu vit at taka úthangið burtur, fyri at fáa tann gamla originala gesimsin sjónligan aftur og á tann hátt eisini fáa tí gomlu sálina framm aftur í húsini.
Tað tók góðar tríggjar mánaðir til takið var skift. Størsta avbjóðingin var tann nógvi hitin hetta summarið; síðani fjarstøðan til vegin og tað hallandi lendi.
Hallandi lendi gjørdi, at hvør taksteinur skuldi berðast frá parkeringsplássinum og upp á tekjuna við hondkraft í 30 gradum. Eg veit ikki um Dánjal nakrantíð hevur sveitta so nógv fyrr. Nógv vatn bleiv drukkið, men tað var sum um, at tað rann líka skjótt út sum inn.
Tá vit fóru undir at uppbyggja gesimsin aftur var hann so illa farin at avbjóðingin enn einaferð tók um seg. Av tí at vit halda okkum til uttandura projektir um summari og seta í stand innan um veturin, er hesin parturin enn undir uppbyggjan, men vit stremba eftir at húsini útvendigt standa liðug, summarið 2021.
----
Eg eiti Karin og eri gift vid Dánjal. Saman eiga vit børnini, Natalia, Nóa, Jónas og í komandi viku verda vit ríka vid enn einum beiggja.
Vit eru búsitandi í Vejle.
Eg lesi eina ”professiónsbachelor í ernæring og sundhed”, og eri avloysari á einum krisicentri fyri kvinnur og børn.
Komandi januar til septembur farið eg enn einaferð í barsil.
Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiður sum projektleiðari á renoveringsdeildini hjá Casa AS.
Vit hava stóran áhugað fyri umvæling, innrætting, endurnýtslu, kreativiteti, familjulívinum og øllum har ímillum.
Um tit ynskja at fylgja okkara dagligu renoveringsprojektum eru vit at finna á Instagram her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2021
Nýggjársrøða løgmans 2020
Góðu føroyingar
Nú lýsnar aftur.
Bæði fyri einum ókendum ári og kenda gerandisdegnum. Vónin er vaknað og styrknar støðugt.
Tá ið eg sat her seinast, var einki, sum bendi á, at allur heimurin fór at verða settur í undantaksstøðu.
Men føroyingar vita, at góðar tíðir og krepputíðir koma og fara - og skiftast um at ávirka lív og levnað.
Árið byrjaði væl. Men bakkastið kom við vársins tjøldrum.
Tað er ein áminning um, at vit kunnu ætla, vilja og ynskja okkum, men vit ráða ikki í øllum lutum. Vit fáa ikki vart okkum fyri øllum.
Og hvat er so at siga um hetta árið, sum fer? Sum hevði so stórar avleiðingar fyri einstaklingar, felagsskapir og vinnulív?
Hvussu taka vit samanum?
Fyri mær stendur serliga eitt orð sterkt. Eitt orð, sum í øldir hevur merkt lívið í Føroyum. Tað er orðið »álit«.
- Vit hava havt álit á hvør øðrum
Álitið er ein av stóru orsøkunum til, at tað í Føroyum hóast alt hevur gingist so væl. Betur enn aðrastaðni.
Vit hava havt álit á hvør øðrum - og vit hava havt fult álit á, at eisini hesum kundu vit knógva.
Og nú tað aftur lýsir í, er mítt álit á fólk og framtíð her á landi bjartari enn nakrantíð.
Øll hava ikki verið samd við meg í, at loysnin til hesa kreppuna skuldi byggjast á álit. »Tað er ov veikt«, varð sagt. »Vit mugu lóggeva«.
Sum politikari ert tú vanur við, at fólk eru ósamd. At grundgeva fyri og ímóti er partur av einum livandi fólkaræði.
Men hetta var øðrvísi. Serliga í fyrstuni var ilt at vita, hvat var rætt at gera.
Víst havi eg ivast. Víst kundu vit gjørt okkurt øðrvísi.
Tó at enn ein bylgja rakti okkum nú, eri eg í dag takksamur fyri, at sjúkan higartil ongan føroying hevur tikið. Tað var málið; tað var vónin, men vit óttaðust tað ringasta, tí vit sóu støðuna kring okkum.
Góðu ráðgevarnir mæltu til kanning, sporing og avbyrging. Tað var munagóða ætlanin, sum vit hildu okkum til. Endaligu avgerðinar vóru tó mínar. Og eg taki fulla ábyrgd av tí, ið varð gjørt.
Fólk hava skemtað við, at ein vestmenningur setti Føroyar niður í ferð.
Avgerðin var tó ikki løtt. Tað er ikki nakað, ein løgmaður vil gera. Biðja fólk snara lykilin og fara til hús at mala sínar sprittaðu tumlar.
Eg veit, at nógv serlig tiltøk vóru av ongum í ár. Føðingardagar, brúdleyp og húgvuveitslur. Eg, sum eigi at fegnast um lív og hátíðarhald, steðgaði tí.
Nógv afturvendandi tiltøk vórðu avlýst. Páska- og jólahald. Undirvísing, ítróttur, kirkju- og samkomulív og festivalar. Eg, sum eigi at eggja til alt hetta, mælti frá tí.
Aftur at tí kom alt tað óvæntaða. Jarðarferðir “í stillum” - og sjúka við ongari vitjan.
- Vit gjørdu, sum vit gjørdu, tí tað mátti gerast
Eg veit, at tað hevur sviðið. Og eg hevði ætlað tað øvugta. At stimbra virkishugin og eggja fólki til at brúka síni evni; trívast og mennast.
Men vit gjørdu, sum vit gjørdu, tí tað mátti gerast. Og eg tvíhelt um álit og tilmæli.
Tí spurningurin um álit ella eftirlit rakar kjarnan í míni sannføring.
Vísir tú fólki álit, taka tey ábyrgd og vaksa við uppgávuni. Hugurin at finna nýggjar loysnir verður kveiktur.
Stýrir tú hinvegin neyvt niður í hvønn smálut, verða fólk ónøgd og hugurin at loysa uppgávurnar dalar.
Hetta farna árið hevur bara styrkt mína sannføring um hetta.
Fólk hava verið álítandi. Ikki av ótta fyri lóg og revsing, men av egnum, fríum vilja - fyri at verja seg sjálv og hini.
Og álitið er í føroyska merginum.
Stundum eru vit rúkandi ósamd, men tá ið á stendur, standa vit saman. Tí hvønn annan hava vit, her úti í tí harðbalna Atlantshavinum?
Frá gamlari tíð hevur lívið her verið merkt av skiftandi veðri, skiftandi fiskaríi og óstøðugum gróðri.
Vit hjálpa hvør øðrum, tí vit kenna álvaran í at standa einsamøll. Bara soleiðis eru vit komin undan. Soleiðis er tað framvegis.
Húsini eru ólæst. Gloyma vit pengamappuna, vænta vit, at hon liggur órørd.
Tú kanst siga, at tað er bláoygt. Men kortini ikki bara. Tí treytaleysa álitið hevur so mangan prógvað sítt virði. Soleiðis eru vit uppald. Soleiðis uppala vit børnini.
- Tað er onki "bara" við tilmælum
Vit seta stóra æru í at vera álítandi. Og vit vænta eisini av øðrum, at tey eru okkara álit verd. Álit er ikki nakað, sum tú gevur og tekur eftir tørvi. Og brýtur tú tað, kann tað vera drúgt at endurvinna.
So tá ið fólk hava spurt, hví vit BARA skulu hava tilmæli í Føroyum, havi eg hugsað, at tað er sanniliga einki “bara” við tí.
Vit hava í ár verið heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi, og partar av árinum hava vit stórt sæð livað sum vant.
Sjálvandi kundu vit sett lógaravmarkingar á. Bannað allari ferðing. Gjørt tað revisvert at savnast ella vera úti. Við valdi tikið øll, sum skuldu í sóttarhald.
Tað varð gjørt aðrastaðni. Men hondina á hjartað - er tað eitt slíkt samfelag, vit ynskja okkum? Hetta er ikki mítt stavnhald.
Øll lóggáva er ein javnvág á eini knívsegg. Víst tørvar okkum lógir, men tær skulu vera grundaðar á skynsemi - ikki skund og sansaloysi.
Her hevur lítla samfelagið eisini verið ein fyrimunur. Mangan verður tað sæð sum ein bági, men ein lítil skúta er lættari at manerera enn ein stór skúta.
- Vit hava øll rindað prísin
Øll hava staðið saman, tó at tilmælini hava kostað. Og vit hava øll rindað prísin - heilt frá nýføðingum til okkara elstu. Summi við sakni og einsemi. Onnur fíggjarliga.
Kortini hava øll hildið fast. Allir liðir hava staðið sum ein brimgarður um tey í vandabólkinum og um føroyska heilsuverkið. Eisini tær vinnugreinar, sum fingu nakrar dyggar sjógvar.
Samstarvið ímillum privat og alment hevur verið sjáldsama gott. Vinnulívið hevur latið milliónir til gransking um tøl og skuggatøl, fíggjað kanningarútgerð til sjúkrahúsini og latið øki til kanningarnar.
Vit hava sæð tænastu út um tað vanliga. Breitt politiskt samstarv. Kirkjur og samkomur hava biðið uttan íhald, og allastaðni hava føroyingar rætt sínar hjálpandi hendur fram.
Vit hava sæð hvønn týdning, hvørt einstakt fólk hevur. Hvussu skjótt vit kunnu gera mun fyri onnur. Men eisini hvussu skjótt bara ein óskettin persónur kann ávirka hini.
Tá ið hóttanin aftur er vaksin, hava øll tó drigið eina línu og steðgað smittuni. Vit hava tillagað okkum og fingið tað besta burturúr.
Og hóast nøkur hava verið ósamd, ørkymlað og vildu ynskt, at vit handlaðu øðrvísi, er alt kortini farið friðarliga fram.
Grundleggjandi álitið er ikki skolað burtur, hóast sjógvarnir hava brotið javnt og samt.
- Í Føroyum er fólkaræðið sterkt
Tað eiga vit ikki at taka fyri givið, tí mangastaðni er tað hinvegin misálit, sum eyðkennir farandi árið.
Misálit á politikarar, fólkið, heilsumyndugleikar, lógir og skipanir.
Í Føroyum høvdu vit kommunuval. Tá ið upptalt var, ivaðist eingin, um úrslitið nú mundi vera rætt.
Tað, hava vit í ár sæð, er ikki galdandi allastaðni. Slíkt misálit setur djúpar sprungur í viðbrekna fólkaræðið. Tí fólkaræðið er bara so sterkt, sum álitið á tað er.
Í Føroyum er fólkaræðið enn sterkt, tí grundleggjandi álitið framvegis er óskalað.
Og sum heild eru vit í eini góðari støðu, nú vit blaða upp á eitt nýtt, óskrivað ár.
Vit eru farin at koppseta. Landskassin lak ikki so illa, sum vit stúrdu fyri, tí árið hilnaðist betur enn væntað í vár. Vit lótu hjálparpakkar, men hildu eisini aftur fyri at standa ímóti, um ringarnir skuldu breitt seg inn í komandi ár. Og framvegis skulu skúlar, heilsu- og almannaverk vera millum tey bestu. Tað skulu vit framvegis hava ráð til.
Politiskt taka vit í aftur arbeiðssetningar, sum í vár vórðu lagdir til viks. Bústaðaravbjóðingina, gongd í haga, veiðigjøld - og grøna orkuskiftið. Í ár hava vit sæð, at náttúra og vistskipanir koma seg, um menniskjan tálmar nýtsluni. Enn er ikki ov seint, men broytingin má koma nú.
Føroyska vinnan er sum heild væl fyri. Fyri summi var árið tungt, meðan onnur settu met. Føroyingar hava keypt og ferðast herheima, og eg havi álit á, at tað skjótt fer at fjara av fyltu fiskagoymslunum. Tí vit vita, at við vaksinuni fer lívið - eisini vinnulívið - at líkjast sær sjálvum aftur.
Men her eru vaksandi trupulleikar - serliga millum ung. Rúsevnasmuglarar hava sett sær fyri at selja føroyska ungdóminum sítt eitur, og fleiri ung stríðast hartil við lítið álit á seg sjálv, samfelagið og framtíðina. Hetta skal takast í álvara.
Nýggir møguleikar vísa seg við teimum trimum tunnilsmunnunum, sum knýta land og fólk fastari saman.
Og í ár hava vit sæð, hvussu samrunnin heimurin er. Eitt, sum byrjar í Kina, kann skjótt leggja Føroyar lamið. Men tó at vit í ár hava verið avbyrgd, hava vit selt til ES, Russland, Kina og USA - og vit vilja støðugt menna samhandilin um allan heim.
Møguleikin er góður, tí vit eru ikki longur ein útjaðari á kortinum. Vit eru ein miðdepil. Kappingin millum stórveldini gevur okkum eina lyklastøðu. Men vit mugu sjálv taka stýrisvølin í hond, og gagnnýta støðuna. Føroyar eru partur av vesturheiminum. Gjøgnum ríkisfelagsskapin eru vit partur av NATO. Hesi eru okkara fremstu sameindu, og tað mugu vit tora at taka støðu til alment.
Góðu føroyingar, úti og heima.
Hetta hevur verið eitt serligt ár. Eitt ár fylt við stúran, ørkymlan og longsli.
Men eisini eitt ár við hjálpsemi. Við gleði og kærleika. Og við áliti.
Vit hava endurvarnast týdningin av einum góðum klemmi. Av felagsskapi, samveru og nærveru.
Og eg hugsi í kvøld nógv um tykkum, sum í ár vórðu rakt av álvarsamari sjúku. Tykkum í vandabólkinum, sum ikki merktu fjálgu føroysku umsorganina á truplum døgum. Eg ynski tykkum bata og betri tíðir í komandi ári.
Tað hevur somuleiðis nitið fast, at vit ikki hava kunnað sýnt tykkum umsorgan og samkenslu, sum í ár hava mist. Mugu tit fóta tykkum í sorgini og finna frið og fløva í fjálgum minnum.
2020 gjørdist ein dýrgoldin áminning um, at dagurin í morgin er okkum ókendur.
Vit vita, at tað sama er galdandi fyri komandi árið.
Kortini eri eg bjartskygdur.
Nú vit fara undir ein nýggjan ársróður, eru líkindini góð. Meðan fleiri lond aftur skjóta á, kunnu vit hinvegin seta á - og við áræði leggja frá landi.
Latið okkum taka lærdómin og virðini frá hesum árinum við okkum.
Latið okkum framhaldandi taka av øllum, sum okkara land og fólk bjóðar.
Latið okkum minnast, at menniskjan fær ikki vart seg fyri øllum. At vit hava ábyrdina hvør fyri øðrum, sama um lagnan rakar okkum øll í senn ella einsæris. Og latið okkum varðveita ósvitaliga álitið á, at vit lofta og hjálpa hvør øðrum, tá ið á stendur - eins og vit altíð hava gjørt her á landi.
Farandi árið hevur styrkt okkum. Eg havi álit á, at vit brátt aftur fara at savnast til gaman og álvara, og at vit skjótt fáa gerandisdagin aftur.
Tí nú lýsnar.
Gott nýggjár, góðu føroyingar.
Gud signi Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021
Nýggjarsrøðan hjá drotningini
I aften står vi igen ved et årsskifte. Vi ser frem og vi ser tilbage.
Vi ser frem med fortrøstning og forventning, og vi ser tilbage – blev året, som vi havde håbet det?
Nej! - Året 2020 bragte os, hvad ingen havde forestillet sig.
I februar kom coronaen til Europa, og få dage inde i marts måtte også store dele af det danske samfund lukke ned. Pandemien har vendt op og ned på hele samfundet: den har ændret vores dagligdag, vi har måttet gøre meget helt anderledes: undgå kontakt, holde afstand, blive hjemme, arbejde på andre måder end vi er vant til.
Vi stod overfor en sygdom, som ingen kendte, og som vi ikke havde midler imod. Det var skræmmende, og det blev nødvendigt at gennemføre vidtgående begrænsninger i vores dagligdag. Der blev tomt på gaderne i byerne. Mange, ikke mindst ældre mennesker, måtte undvære den nære kontakt med familie og venner.
Med bekymring fulgte vi tallene på smittede, på indlagte og på de dødsfald, som snart viste sig. Det var alvor, det forstod vi.
Det sled på alle, men tvunget af de alvorlige omstændigheder vågnede nye tanker om, hvordan vi kunne leve med krisen og komme igennem den. Man mødtes ”på nettet”, man arbejdede hjemmefra, man gik ud i naturen, hvor det var muligt, og måske oplevede man foråret stærkere end nogensinde.
Da sommeren nærmede sig, lettede presset. Vi kunne stadigvæk ikke rejse ud i verden, men så blev vi hjemme. Vi gik ud i den grønne bøgeskov, vi tog til stranden – den friske, danske strand – vi genopdagede eller oplevede måske for første gang, hvor mange skønne og forskelligartede steder, der er i Danmark – sommetider ”lige om hjørnet”.
Jeg tror, at mange har fået øjnene op for vores dejlige natur og for den ro, den kan give os i en presset situation. Klimaet har fået det bedre under krisen – det er værd at lægge mærke til, og det er vigtigt, at vi fortsat passer godt på naturen.
Med efteråret kom coronaen tilbage – hurtigere end forventet og med fornyede kræfter. Nye restriktioner var nødvendige, men heldigvis ikke så vidtgående, som vi har set andre steder i Europa med udgangsforbud. Alligevel har virksomheder måttet dreje nøglen om, og mange har mistet deres arbejde. Mange har – uden egen skyld – måttet se deres livsværk falde til jorden. Det har berørt mig meget.
Den tid vi har været igennem, har givet os alle stof til eftertanke. Hvad er det, der virkelig betyder noget for os, som samfund, som mennesker? Hvad har vi lært? Og hvad kan vi tage med os? Når man har mistet, eller måttet undvære, lærer man at sætte pris på det, man har. Vi har mærket, hvor meget kontakten til andre mennesker betyder, hvor vigtige de nære bånd er for os alle, og hvor væsentlig tilliden er – til hinanden – og til det samfund, vi alle er en del af.
Krisen har medført forandringer, både på det personlige og samfundsmæssige plan. Lad os forsikre hinanden om, at vi på den anden side af krisen vil huske, hvad vi har været igennem. Lad os tage de gode erfaringer med os, og lad os prøve at indrette vores liv efter dem.
Vi håber, at det snart vil gå den rigtige vej, men endnu er vi ikke nået dertil, og foran os ligger yderligere et par vintermåneder. Vi må fortsat leve med restriktioner, og det har ikke været morsomt netop i juletiden. Lad os dog ikke miste modet, lad os fortsat være opmærksomme og forsigtige, når vi omgås hinanden. En glæde og en opmuntring er det, at vaccinen nu er en realitet, og at vaccinationen er gået i gang.
I aften bringer jeg en særlig tak til de mange, der helt fra begyndelsen stod forrest i kampen mod coronaen. Det er de mange medarbejdere på sygehusene, der fra første færd satte alt ind på at bekæmpe sygdommen, endnu inden vi havde fuldt overblik og viden om den fare, man stod overfor. De talte ikke timerne eller dagene. De lindrede, de forskede af al magt for at forstå den ukendte sygdom. Også til de mange, som fra første færd har arbejdet med at teste os og med at bremse smittespredningen, skal der lyde en dybfølt tak.
Min tak går også til medarbejderne på vore mange plejehjem og væresteder, der værner om og opmuntrer beboerne, som må savne den nære kontakt med deres pårørende.
Også mange børn og unge har under coronaen oplevet en ensomhed, som man nok ikke havde forestillet sig. Hverken at kunne mødes i skolen eller i fritiden har været en begrænsning, som jeg tror, ikke blev mindre med tiden, især da sommeren meldte sig, og smittepresset blev mindre. Det har sikkert været frustrerende ikke at kunne være sammen i større grupper og at se den ene festival efter den anden ikke blive til noget. Det kan jeg godt forstå, men vi er alle nødt til at holde ud.
Under coronaen er meget blevet aflyst. Bryllupper, konfirmationer og runde fødselsdage har ikke kunnet afholdes som planlagt. Min egen 80-års fødselsdag kunne heller ikke fejres, sådan som vi havde tænkt det. Men aldrig er jeg vist blevet fejret så overvældende og så varmt som i år. Den fødselsdag vil stå som den mest mindeværdige i min erindring. Det takker jeg for af hele mit hjerte.
I år skulle vi have fejret 100-året for Genforeningen med Sønderjylland. Også jeg havde set frem til jubilæumsdagene i juli, men corona-epidemien gjorde det umuligt. Nu vil vi se frem til den kommende sommer med håbet om, at vi i stedet kan mødes til den tid.
I aften går mine tanker til de danske i Sydslesvig. Også for sydslesvigerne har det været et vanskeligt år, med en delvis lukket grænse. Jeg håber, at det nye år må bringe os tilbage til den tætte kontakt, vi er vant til, og som har så stor betydning på begge sider af grænsen. Jeg sender mine varmeste nytårshilsener til alle.
Corona-epidemien har også haft indflydelse på livet i Grønland og på Færøerne. Begge samfund har gennem en stor indsats og god forståelse været i stand til at begrænse udbruddet af sygdommen, men alligevel har epidemien været et kostbart bekendtskab. Turistindustrien, som i de senere år har betydet mere og mere for begge samfund, er nærmest gået helt i stå – med store økonomiske tab til følge.
Til sommer er det mit håb igen at kunne besøge både Færøerne og Grønland.
Jeg glæder mig til gensynet med Færøerne – de dejlige øer og det stolte folk i Nordatlanten. Jeg glæder mig til at se den rivende udvikling, som samfundet har gennemgået siden mit seneste besøg i 2016.
I 2021 er det 100-året for det første kongebesøg i Grønland, da Christian X og Dronning Alexandrine med deres to voksne sønner, min far Kronprins Frederik og Prins Knud, kom sejlende til Nuuk, dengang Godthåb. Det er samtidig 300-året for Hans Egedes ankomst, et skelsættende år for både Grønland og Danmark. Jeg glæder mig til at gense Grønland og til atter at mødes med grønlænderne både i Nuuk og mange andre steder.
Måtte 2021 blive et godt år. Jeg ønsker et glædeligt nytår for alle på Færøerne og i Grønland.
Også i år har mange danske været udsendt til forskellige steder i verden, hvor det brænder på. De gør en indsats, som man lægger mærke til ude omkring. Også de har været påvirket af corona-krisen. Til dem og til deres pårørende herhjemme går min tak og mine bedste nytårsønsker.
Til alle i Forsvaret og Beredskabet går mine tanker også i aften. De har måttet leve med mange omlægninger, og har måttet påtage sig nye opgaver, men de har løst dem ansvarsbevidst og med godt humør. Det vil jeg gerne takke dem for og ønske alle et godt nytår.
Jeg sender mine nytårsønsker til Politiet med en tak for deres indsats i det forløbne år. De har haft mange udfordringer udover de sædvanlige. Det har ikke været let, men vi har alle meget at takke dem for – de er med til at sikre, at livet i Danmark kan være trygt.
Mine tanker går i aften til de danske i udlandet og til de mange med danske rødder, som føler en dyb tilknytning til Danmark. I år har de måttet føle sig mere afskåret fra det gamle land end de plejer, men de skal vide, at vi tænker på dem. Jeg sender mine varmeste nytårsønsker, hvor i verden de end måtte være.
Jeg har netop fejret jul med Prins Joachim og Prinsesse Marie og børnene. Det har været en glæde at kunne være sammen igen og at se, hvor godt Prins Joachim er kommet over sin sygdom i sommer. De mange varme hilsener og ønsker, som han har modtaget, har rørt ham og os alle dybt.
Også Kronprins Frederik og Kronprinsesse Mary har jeg set i juledagene sammen med deres børn. De har haft et travlt år, og deres mange opgaver har måttet løses på utraditionel vis. Det er en stadig glæde at se, hvor godt de gør det.
I aften tager vi afsked med et underligt år. 2020 vil vi ikke glemme. Det blev et prøvelsens år, men vi viste, at vi kan stå sammen, når det gælder, og at vi formår at finde lyse øjeblikke, trods afsavn og usikkerhed.
Nu går vi ind i 2021. Måtte det nye år blive et år, der bringer os mange glæder, og hvor vi fortsat husker på at være der for hinanden.
Sammen med hele min familie ønsker jeg af hjertet alle et godt nytår.
Gud bevare jer allesammen.
GUD BEVARE DANMARK
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021
Vit hava funnið fram nakrar av bestu myndunum, sum hava verið á Portalinum í árinum, sum júst er farið aftur um bak
Árið 2020 er farið aftur um bak. Eitt ár, ið var nógv merkt av krúnufarsóttini, sum herjaði um allan heimin. Herheima við serligum tíðindafundum, bíðirøðum at fáa tikið koronaroynd, avlýstum stevnum og tónleikatiltøkum, sjúku og sakni.
Men tað hendi eisini annað í 2020. Vit hava savnað nakrar av bestu myndunum, sum fotografar hjá Portalinum og aðrir veitarar av myndum hava tikið fyri okkum.
2020 er eisini merkt av, at til dømis fleiri nýggj skip eru komin til landið, eitt nú tvey almenn, Jákup Sverri og Erla Kongsdóttir.
Árið var eisini merkt av at fleiri stórar byggiverkætlanir vórðu tiknar í nýtslu. Eysturoyartunnilin er ein, men eisini tríggir stásiligir fólkaskúlar vórðu tiknir í nýtslu, skúlin við Streymin, skúli á Skúlatrøð og skúlin á Fløtum.
Njótið myndirnar
Kuldi - Kalt var í fleiri dagar í januar. Her ein mynd, sum Pól Sundskarð, fjallafarðarin, ið hevur glett lesararnar hjá Portalinum við hópin av myndum í ár, hevur tikið (Mynd: Pól Sundskarð)
Dragibrunnur - Eitt nýtt línuskip kom til Klaksvíkar. Klakkur er keyptur úr Noregi. Talan er um fyrsta línuskipið í Føroyum, sum hevur dragibrunn. Tað vil sigan, at línan verður drigin inn gjøgnum eitt op - "moon pool" - sum ger arbeiðið umborð nógv høgligari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fimleikafagnaður - Allar tær vanligu fimleikaframsýningarnar vórðu avlýstar í ár orsaka av korona. Men kortini varð eitt stórt fimleikatiltak hildið. Fimleikafagnaðurin varð hildin í Norðurlandarhúsinum. Evnið var "Kongaríkið" (Mynd: Jens Kr. Vang)
Cabaret - Áðrenn korona legði landið lamið og stongdi allar skúlar eydnaðist tað eisini at gjøgnumføra stóra musical-verkætlanina hjá Glasir. Hesaferð var tað við sangleikinum "Cabaret" í varð stórliga fagnaður (Mynd: Jens Kr. Vang)
Heiður - Fólkakæri sangarin Hanus G. Johansen, var heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins av Jenisi av Rana, landsstýrismanni við mentamálum. Á hátíðarhaldinum í Sjónleikarhúsinum í Havn fekk Simme Jacobsen eisini Heiðursgávu Landsins og Forlagið Leirkeri fekk serstøku virðisløn landsins (Mynd: Sverri Egholm)
Ungdómsting - Eina viku í februar varð tingið sent heim fyri at geva pláss fyri einum hópi av skúlanæmingum úr framhaldsdeildunum kring landið. Á ungdómstinginum fingu løgmaður og landsstýrisfólkini m.a. høvi at svara øðrvísi spurningum, enn tey eru von við (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingarokkur - Størsta tónleikatiltakið, ið varð hildið - ella kundi haldast - í ár vóru konsertirnar í Norðurlandahúsinum við víkingarokkbólkinum Týr saman við Føroya Symfoniorkestri og kóri. Á myndini síggjast bassleikarin í Týr, Gunnar Thomsen, og Bernarður Wilkinson, dirigentur (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vetrarljós - Ljósið varð fagnað í myrka februar mánaði við fleiri hugtakandi upplýsandi tiltøkum kring um í høvuðsstaðnum. Á myndini sæst umsitingarbygningurin hjá kommununi, gamli Føroya Banki við steinatún, sum var leiktjald fyri eitt serligt ljósshow (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Skaðaódn - Áðrenn korona-ódnin rakti Føroyar av álvara í mars, vórðu vit rakt av eini aðrari og enn meira oyðileggjandi ódn. Vindurin var nógvur og uppgangurin øgiligur nógva staðni. Millum annað í Hvalba, har brimverjan við havnalagið fór illa (Mynd: Rúni Thomsen)
Landsliðslegenda - Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur havt sterka mótstøðu í ár, og tí hava úrslitini ikki verið so góð. Kanska tí, at legendan á KÍ, Rannvá B. Andreasen, ikki er tøk hjá landsliðnum meira. Hon spældi seinasta landsdyst sín sum 39 ára gomul í mars móti Estlandi. Venjingardysturin endaði javnt, 1-1. Og hvør skoraði føroyska málið? Sjálvandi. Rannvá kom á vøllin til farvældyst sín í 56. minutti og tríggjar minuttir fyri leiklok skjeyt hon sítt 27. mál í sínum 56. dysti fyri Føroyar. Eitt flott punktum hjá einum stórum fótbóltsspælara (Mynd: Sverri Egholm)
Korona-tíðindafundur - Fyrsti tíðindafundur av nógvum korona-tíðindafundum, varð hildin í Heilsumálaráðnum 4. mars, tá staðfest var, at fyrsti føroyingurin var smittaður við krona (tá stavaðu vit tað við c). (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar steingja - Góða viku seinni var tann avgerandi tíðindafundurin, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fundi í Tinganesi 12. mars boðaði frá, at Føroyar skuldu steingja. Nú var teknmálstulkur við á myndini, eins og í øllum korona-tíðindafundum, sum síðan vórðu sendir í kringvarpinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fagra blóma - Og so fóru føroyingar út í tún og hátún at syngja. Meðan flestu fólkini í landinum hildu seg heima, tók GMF-sendingin hjá kringvarpinum stig til at syngja "Fagra Blóma" í felag, rættiliga tíðliga um morgunin. (Mynd: Sverri Egholm)
Spritta - Spritta hendur og halt frástøðu (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Flaggdagur - So gott sum øll tiltøk vóru avlýst í apríl. Eisini flaggdagshaldini. Í Havn spældi Havnar Hornorkestur flaggsangin uttan fyri Boðanesheimið úti við Strond í Havn (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Sól í Sandagerði - Men so kom sólin, longu í apríl. Og havnarfólk gloymdu koronatilmæli og streymaðu oman í Sandagerð at fagna sólini (Mynd: Sverri Egholm)
Drive-in - Korona-støðan førdi eisini til øðrvísi mátar at vera saman. Í Vestmanna valdu tey - í sambandi við eitt drive-in filmstiltak, eisini at varpa gudstænastuna á stórskíggjan, so fólk kundu fara til gudstænastu sitandi í bilinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Heimsins størsti - Heimsins størsti frystitrolari, Annelies Ilena úr Polandi kom á Fuglafjørð at leggja upp 7.000 tons av fiski til Bergfrost. Her siglir skipið fram við Leirvík (Mynd: Sverri Egholm)
Andaverja - Í mei slakaðust koronatilmælini, og fólk fingu loyvi at fara at klippa sær aftur. Men tað skuldi vera við andlitsvernd hjá bæði frisøri og kunda (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Trøll - Og fólk leita sær eisini niðan í fjøllini í góðveðrinum. Har er mangt áhugavert at síggja. Hesum trøllunum møtti Pól Sundskarð á einum av nógvu fjallatúrum sínum. Hesaferð á veg niðan á Egilsfjall nærhendis Kvívík (Mynd: Pól Sundskarð)
Tjørnuvík Beach - Onnur leitaðu sær til Tjørnuvíkar at standa á brimfjøl ella vatnskíð (Mynd: Jens Kr. Vang)
Skúlatrøð - Í Klaksvík var fagnaður, nú stásiligi skúlin á Skúlatrøð endiliga kundi takast í nýtslu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Summarhvirla - Pisufundur á Gøtusandi. Ein hvirla kom óvart á studentarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Pisur - Pisufundur í Viðarlundini í Havn (Mynd: Sverri Egholm)
Brandan - Hotel Brandan á Meksikotrøðni í Havn klárt at bjóða gestum sínum vælkomnum. Hotelstjóri er Pætur Trónd Thomsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Ginn-joga - Ikki altíð var veðrið av tí besta, tá summartiltøk vórðu hildin. Á einum "Summar í Havn"-tiltaki í juni regnaði illa. Men tað forðaði ikki frískum føroyingum at vera við til "ginn-joga" á sandinum - eitt nýtt fyribrigdi í vælveru-Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Pompeo - Ein av politisku stórhendingunum í árinum, sum fór var, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, tók sær stundir at hitta føroyska starvsbróður sín, Jenis av Rana, á vitjan síni í Keypmannahavn (Mynd: EPA)
Ólavsøka - Ólavsøkan 2020 varð merkt av koronastøðuni. (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fjarstøða - Ólavsøkugudstænasta við tryggari frástøðu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Midnáttarsangur - Til midnáttarsangin var tó meira so sum so við trygdarfrástøðuni (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Onnur bylgja - Sum væntað, elvdi ólavsøkan til at ein nýggj koronabylgja brast á, og harvið kom eisini gongd á tíðindafundirnar í gongini í Kringvarpinum aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Bíðirøð - Farið var undir ókeypis koronakanningar. Fyrst á Landssjúkrahúsinum, seinni oman fyri vegin, á Eirargarði. Og hetta elvdi til kilometrar langar bíðirøðir at sleppa framat (Mynd: Sverri Egholm)
Marmennilin - Nógv fólk vóru komin saman, tá standmyndin av Marmennilinum og Annfinni bónda í Elduvík við synum, varð avdúkað í Elduvík. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur tilevnað hugtakandi standmyndina (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tríburar - Fyri fyrstu ferð síðan 2004 vóru tríburðar føddir í Føroyum. Foreldrini eru Inga og Bogi Thomsen í Fuglafirði (Mynd: Inga Thomsen)
Eivør - "Hon er tað nærmasta einari føroyskari heimsstjørnu, sum vit nakrantíð koma at uppliva". Í september hevði Eivør Pálsdóttir úr Syðrugøtu útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í sambandi við útgávuni av "Segl". (Mynd: Jens Kr. Vang)
Ársins mynd - Tað var dramatikkur á Tórsvølli, tá Føroyar tóku ímóti Malta í fyrsta dystinum í Natione League á hesum sinni. Og í fyrsta dystinum hjá Håkan Ericsson sum landsliðsvenjara. Brandur Hendriksson skoraði sigursmálið til 3-2 langt inni í yvirtíðini. Á myndini síggja vit málskoraran og teir báðar venjararnar, Eli Hentze og Håkan Ericsson fegnast á síðulinjuni. Vit síggja eisini vónbrotið hjá maltabúgum í bakgrundini, og við andlitsmaskunum fáa vit eisini frænir av hvat tað er fyri tíðum dysturin var spældur undir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Jákup Sverri - Endiliga varð nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, liðugt og handað eigaranum, Havstovuni og landsstýrinum. Tað var kona Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Sólfríð, sum fekk heiðurin av at doypa nýggja og framkomna havrannsóknarskipið, sum skipasmiðjan MEST hevur staðið fyri at byggja (Mynd: Jens Kr. Vang)
Skúlin við Streymin - Enn ein skúli verður vígdur. Talan er um skotiliga Skúlan við Streymin, sum Sunda kommuna hevur bygt. Umframt allar hentleikar til undirvísing, er eisini ein ítróttahøll við í byggjarínum (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Jens-Kjeld - Í oktober avdúkaði Norðurlandaráðið, at sjálvlærdi náttúruvísundamaðurin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen varð heiðraður við Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Orsaka av koronastøðuni varð hátíðarhaldið í Perluni í Reykjavík avlýst, so Jens-Kjeld varð heiðraður í Norðurlandahúsinum ístaðin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hilton - Í oktober kundi Martin Restorff, hotellstjóri endiliga lata dyrnar upp fyri nýbygda og snotiliga Hotel Hilton Garden Inn á Hálsi í Havn (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hetja - Í november fekk Debes Hammersheimb Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og granskari, ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum fyri sítt slóðbrótandi arbeiði at finna ein hátt at testa føroyingar fyri korona. Undan ársskiftinum varð Debes eisini heiðraður av tíðindablaðnum Sosialinum sum Ársins Føroyingur (Mynd: Jens Kr. Vang)
Skúlin á Fløtum - Triðja skúlavígslan í ár var í Havn, har stásiligi glasklæddi Skúlin á Fløtum varð tikin í nýtslu skamt frá Glasir. Tað mest sermerkta við nýggja bygninginum er helst, at næmingarnir sleppa at uppihalda sær uppi á takinum. Tað skuldi sjálvandi roynast á fyrsta degi (Mynd: Sverri Egholm)
Sigursharrar - Kommunuval var í november. Mest sigandi myndin frá kommunuvalinum er hendan. Tað sæst týðuliga, at teir hava vunnið. Á myndini síggjast Heðin Mortensen og Kári Johansen, sum báðir vórðu valdir á javnaðarlistanum. Heðin Mortensen var fyrstvaldur við 2.284 persónligum atkvøðum, og er eisini júst setstur í borgarstjórasessin aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Kambur - "Nadoy, biðja meg koma við Kambi, eg havi ikki eitt hár á høvdinum", var tað einaferð ein maður, ið segði. Tá nýggja línuskipið Kambur, ið er keypt úr Noregi, kom á Strendur, var tað Sámal Ravnsfjall, ið sang fyri (Mynd: Kiran Jóhanesarson)
Erla Kongsdóttir - Tað var dóttir landsstýrismannin við fíggjarmálum, Ásvør Vest Niclasen, ið fekk heiðurin av bresta sjampanjufløskuna móti bógnum, tá nýggjasta strandfaraskipið, Erla Kongsdóttir, varð navngivið og sett í sigling tíðliga í november (Mynd: Sverri Egholm)
Rútarnir brotnaðu - Onkur meinti í skemti, at gumman kanska hevði verið ov harðlig, men tað var ikki orsøkin til, at Erla Kongsdóttir mátti takast úr sigling aftur eftir bert fáar dagar í nólsoyarsigling. Tveir rútar inn til salongina fóru í knús á einum túri aftur til Havnar. Ristingarnar í skipinum vórðu sagdar at vera orsøkin (Mynd: Sverri Egholm)
Listaverk - Tróndur Patursson var mánaðins maður í desember fyri hugtakandi listaverkið rundan um rundkoyringarsúluna í Eysturoyartunnlinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tunnilin opin - 19. desember gjørdist ein stórur dagur í føroyskari samferðslusøgu. Tá slapp Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum, at skera heilar tríggjar snórar yvir, tá Eysturoyartunnilin varð latin upp. Hátíðarhaldið fór fram við rundkoyringina undir Saltnesgrynnuni, og sjórar vóru spendir yvir allar trígjar frákoyringarnar. Ein, ið førir upp á Strendur, ein, ið førir upp á Saltnes og ein, ið førir yvir á Hvítanes (Mynd: Jens Kr. Vang)
Koppsett - Á ársins næstseinasta degi varð farið undir at koppseta føroyingar móti korona. Nógv fólk vóru til staðar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Tummas í Garði, yvirlækni, stakk fyrsta prikið við vaksinuni, sum var komin úr Danmark við flogfari kvøldið fyri. Tað var Gunnrið Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum, ið varð stungin sum tann fyrsta (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021