Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. Jan 2021 | Nr. 2 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Heðin Mortensen væntar at gevast tá hetta skeiðið er av

Borgarstjórin í Havn fyllir 75 um fáa mánaðir, men tykist meira miðvísur enn nakrantíð

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. Jan 2021

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun klokkan 7

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

Tú hevur eitt herðaklapp uppiborið

Vit hava orsøk til at geva okkum sjálvum eitt herðaklapp, og so vera takksom fyri, at vit – higartil – eru sloppin so væl undan hóttanini frá kinesiska virusinum, sum nú herjar í fleiri úrbregðum kring heimin.

Vit eru sloppin undan hesum bregðum higartil, men øll eru sannførd um, at tey koma. Í øllum førum tað enska úrbregðið, ið sigst vera eitt sindur bráðrisnari enn hini, og tí meira smittandi.

Fyri viku síðani ávaraðu vit á hesum stað um, at støðan við smittuni fór gerast álvarsom eftir nýggjár. Undirritaði var sannførdur um – við tølunum frá jólunum í huga – at smittutølini fóru at vera munandi størri, tá nýggjársballini vóru hasað av.

Men so varð ikki. Og tað átti eg at biðið um umbering fyri. Serliga um onkur kendi seg raktan av beinleiðis skuldsetingum.

Var tað ikki fyri einum kekkiskum leiguflogfarið við hondbóltsleikarum, sum nú telja við í koronahagtølunum, so vórðu tilburðirnir í vikuni eftir nýggjár ikki tað stóra at tosa um. Ikki tá sammett verður við grannalond okkara, sum í fjáltri hava sett hælin í, og sett forðingar fyri so at siga allari óneyðugari persónligari samveru fyribils.

Hjá okkum hevur ikki verið nakar ógvusligur vøkstur. Talið av smittaðum hevur ligið rættiliga støðugt um tey fimm ella færri um dagin við undantaki av einum degi eftir jól og so kekkisk hondbóltslandsliðnum.

Og so hava vit hartil megnað at koppseta 1.300 fólk í primeru heilsurøktini. Tað svarar til 2,5 prosent av samlaða fólkatalinum!

Kortini er ekki komin á løgmann, og hann gjørdi av at støðga okkum í at møtast á náttartíð um vikuskiftið. Stongsulin av náttarlívinum, sum bara var ætlaður at vera galdandi á jólum og nýggjárinum, varð nú tikin uppaftur.

Ikki tí at smittutølini eru høg og vaksandi, men einans av ótta fyri smittuni, sum fer at koma, men enn ikki er komin, uttanífrá. Tey siga, at hon fer at koma, men í eini roynd at draga hetta út (helst fyri at fáa so nógv koppsett sum møguligt), varð avgerð tikin um, at fólk ikki skulu kunna keypa sær eina øl ella sjuss í náttarlívinum fyribils.

Um avgerðin er røtt ella ikki, vilja vit ikki seta okkum til dómara fyri. Og fyri fólkaheilsuna bilar tað heldur ikki, um fólk halda seg heima. Men tann sannroynd, at avgerðin einans er tikin grundað á ótta átti at givið tí, ið eigur avgerðina, somikið størri orsøk til at tryggja teimum, ið verða rakt fíggjarliga, eitt hóskandi endurgjald.

Annað er ikki sømiligt.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8482

    Lisnar síður: 35222

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 09. Jan 2021

Heðin Mortensen væntar at gevast tá hetta skeiðið er av

Borgarstjórin í Havn fyllir 75 um fáa mánaðir, men tykist meira miðvísur enn nakrantíð

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Ein skal aldri siga aldri, men hetta verður nokk seinasta setan hjá mær sum politikari. Tó so, man veit aldri.

Soleiðis sigur Heðin Mortensen, nývaldur borgarstjóri í Havn. Í apríl fyllir hann 75 ár, men hevur kanska ongantíð fyrr verið so miðvísur sum politikari.

Nýggjársdag tók hann við fjórða valskeiðinum sum borgarstjóri í Havn. Og tá tvey ár eru liðin av hesum valskeiðinum, kann Heðin Mortensen hátíðarhalda, at hann – óbrotið – í heili 50 ár hevur sitið í Tórshavnar býráð.

Góð kensla
Heðin Mortensen viðgongur, at tað var ein góð kensla aftur at gerast toppskorari og verða afturvaldur til borgarstjóra eftir kommunuvalið í november. Serliga tí at hann so óvæntað varð settur til viks fyri fýra árum síðani.

- Jú, tað var gott at sleppa at enda mítt borgarstjóraskeið ordiliga. Vit høvdu stórar ætlanir fyri fýra árum síðani, sum vit ikki sluppu at gera lidnar. Tað var eitt vónbrot, men nú verða hesar ætlanir fingnar upp á pláss, sigur Heðin Mortensen.

Tað var longu áðrenn kommunuvalið, at hann boðaði frá, at hann fór at siga tingsessin frá sær, um hann varð valdur til borgarstjóra.

- Eg meti, at starvið sum borgarstjóri er so mikið krevjandi, at tað krevur, at borgarstjórin er 100 prosent til staðar. Tað búgva næstan 22.000 fólk í kommununi og tað er eitt stórt øki. Borgararnir ynskja skjótleika í umsitingini, og tað krevur at borgarstjórin er til staðar, so avgerðirnar kunnu verða tiknar skjótt og væl, sigur Heðin Mortensen.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tingmaður í farloyvi
Men Heðin Mortensen leggur áherðslu á, at hann framvegis er tingmaður. Tað, sum hendir tá løgtingið kemur saman aftur er bara, at hann biður um farloyvi. Á tann hátt kann hann altíð sessast í tingsessin aftur, um umstøðurnar skuldu gjørt tað neyðugt.

Við sínum drúgvu royndum sum kommunalpolitikari og borgarstjóri og nú aftur sum formaður fyri Kommunufelagið, sær Heðin Mortensen seg sum eitt slag av toghaldara hjá kommunala skipanini mótvegis lóggevandi valdinum og landsumsitingini.

- Eg haldi, at tað er gott, at Havnin kann vera toghaldari í hesi skipanini. Vit í Havn vilja heldur enn gjarna veita ráðgeving til aðrar kommunur, um tær skuldu ynskt tað. Vit hava jú eina umfatandi umsiting og drúgvar royndir á nógvum økjum, sum aðrar kommunur og kommunufelagið kunnu fáa gagn av, sigur Heðin Mortensen.

Vil veita teimum veiku góð kor
Heðin Mortensen hevur eina røð av málum og økjum, sum hann ynskir at fáa upp á pláss áðrenn hann gevst sum politikari á Vaglinum.

- Eg havi sett mær fyri eitt nú at fáa íbúðarviðurskiftini upp á pláss. Her tosa vit ikki bara um at fáa til vega grundstykkir, vinnustykkir og íbúðir. Eg havi eisini sett mær fyri at ganga tí sosiala tørvinum á møti, og ætli mær at arbeiða hart fyri at veita teimum veiku í samfelagnum góð kor áðrenn eg leggi frá mær.

Eldraøkið er eisini eitt øki, sum hann hevur ætlanir um at uppraðfesta, bæði tá tað kemur til viðurskiftini hjá brúkarunum, men so sanniliga eisini starvsfólkini, og sama er galdandi fyri hin endan á aldursskalanum, ansingarøkið.

- Komandi ættarliðið og tey, sum hava livað sítt lívsskeið, skulu hava tað gott og virðiligt, er boðskapurin frá 74 ára gamla borgarstjóranum.

[object Object](Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Vil vera sjónligur og lurtandi
Tað at vera sjónligur og lurta eftir hvat vanligi borgarin hevur at siga, hevur eisini stóran týdning fyri mannin, sum nú aftur stendur á odda á Vaglinum.

- Tað at býurin er reinur, at skrellispannir eru har tær skulu vera, at kantarnir á gongubreytunum eru í lagi og stípurnar á vegnum eisini, er kanska smáting, men slíkt skal vera í lagi.

- Vit skulu hava ein bý, sum borgarin kennir seg væl í og kann fegnast um. Eg fái nógvar áheitanir frá borgarum, og havi longu nú gjørt umsitingina varuga við, at øll skulu sleppa inn til mín, um tey hava okkurt, sum tey vilja tosa við borgarstjóran um.

- Soleiðis eri eg bara. Nærkontaktin við borgaran – at vera úti millum tey og lurta eftir hvat tey hava at siga, er nakað, ein altíð lærir av sum borgarstjóri, sigur Heðin Mortensen.

Í gjár varð Heðin Mortensen valdur til formann í Kommunufelagnum.

- Ta uppgávuna taki eg fegin á meg, tí hetta er at meta sum ein partur av uppgávuni at vera borgarstjóri í Havn, staðfestir hann.

Heðin Mortensen hevur í fleiri skeið frammanundan verið formaður, bæði í Kommunusamskipan Føroya og eisini í Kommunufelagnum eftir samanleggingina í 2014.

Seinast røkti Heðin Mortensen eisini uppgávuna sum formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Men so verður ikki hesaferð. Heðin Mortensen er ikki við í stýrinum fyri hendan arbeiðsgevarapartin av kommunala samstarvinum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021

3
Leygardagur 09. Jan 2021

Eyðgunn Samuelsen kann koma at sita við ongum nevndarsessi

Tað verður fyrrverandi landsstýriskvinnan við almannamálum, sum tekur sæti á løgtingi, tá Heðin Mortensen fer at hugsavna seg um borgarstjórastarvið burturav

Eyðgunn Samuelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá løgtingið kemur saman aftur, skal tingið taka støðu til at lata næsta umboð á javnaðarlistanum taka sætið hjá Heðini Mortensen, sum nú leggur tingsessin frá sær eftir at hann hevur tikið við sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi.

Tað verður fyrrverandi landsstýris- og løgtingskvinnan, Eyðgunn Samuelsen úr Sørvági, búsitandi í Klaksvík, sum harvið fær sætið í løgtinginum aftur.

- Eg sigi ikki tingsessin frá mær, men biði um farloyvi, ger Heðin Mortensen greitt.

Og hetta gevur Javnaðarflokkinum eina avbjóðing.

Heðin Mortensen er í løtuni ein av teimum trimum næstformonnunum m/k á løgtingi, og tað er onki í vegin fyri, at Eyðgunn Samuelsen kann yvirtaka hesa uppgávuna meðan hon situr á tingi fyri Heðin Mortensen.

Men Heðin Mortensen er eisini limur í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini.

Hesar nevndir verða mettar at vera so serligar – tí tær viðgera trúnaðarmál – at eitt eykafólk ikki kann røkja hesar nevndarsessirnar. Tí verða tað núverandi varalimirnir, ávikavist Jóhannis Joensen í uttanlandsnevndini og Bjarni Hammer í landsstýrismálanevndini, sum koma at yvirtaka nevndarsessirnar.

Harvið verður ongin nevndarsessur til Eyðgunn Samuelsen, tá hon sessast á tingi.

- Um nevndirnar skulu mannast av nýggjum, so krevst tað, at alt løgtingið er samt um at gera tað, og skal ein flokkur fremja broytingar, so kann tað lættliga henda, at tað eisini eru aðrir flokkar ella einstaklingar, sum ynskja at broytingar verða framdar. So hetta er ein avbjóðandi uppgáva sum vit ikki eru komin á mál við enn, greiðir Heðin Mortensen frá.

Evstamark fyri at leggja uppskot fram nærkast eisini, og tí er úr at gera við øðrum uppgávum í tingbólkunum eisini, vísir Heðin Mortensen á.  

[object Object]
Heðin Mortensen situr nú aftur í borgarstjórasessinum í Havn (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021

4
Leygardagur 09. Jan 2021

Koronakoppseting: Ganga ikki útfrá, at fólk hava nakað at óttast

Eldri fólk í Íslandi, Noregi og Danmark eru deyð eftir tey eru koppsett fyri covid-19, men landslæknin metir ikki at føroyingar hava nakað at óttast

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni frættist, at fleiri fólk í Íslandi, Noregi og Danmark eru deyð, eftir at tey eru blivin koppsett fyri covid-19. Myndugleikarnir í hesum londum fara nú at kanna, um nakað samband er millum koppsetingina og andlátini.

Talan hevur í øllum førum verið um eldri og veikar borgarar, og higartil verður mett lítið sannlíkt, at fólkini doyðu av koppsetingini, skriva lokalir miðlar. Lars Fodgaard Møller, landslækni, metir heldur ikki, at tað er nakað, sum føroyingar burdu óttast.

– Vit ganga ikki útfrá, at fólk hava nakað at óttast. Vit meta, at vandin við koppsetingini er sera lítil í mun til tann vandan, sum er, um mann verður sjúkur við covid-19.

Sambært dátum, er einki, sum í løtuni bendir á, at koppingarevnið skuldi verið vandamikið hjá nøkrum, heldur ikki teimum heilt gomlu, sigur landslæknin. Tó hava tey heilt gomlu ikki luttikið í kanningunum hjá Pfizer, og sigur hann seg tí ikki vera heilt vísur í, um har eru nóg mikið av prógvum fyri hesum.

Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech, sum er tað, sum verður brúkt í Føroyum í løtuni, er góðkent til øll yvir 16 ára aldur, men tó eru undantøk.

Mann koppsetur ikki fólk, meðan tey eru smittað við covid-19, og tá tað kemur til fólk, sum eru álvarsliga sjúk, ella taka immunverjuniðursetandi heilivág, er tað upp til serfrøðingar at meta í hvørjum einstøkum føri, um persónurin eigur at verða koppsettur, sigur landslæknin.

Tað verður í løtuni eisini frámælt at koppseta barnakonur, og kvinnur, ið geva bróst, av tí at hesar ikki luttóku í kanningunum hjá Pfizer, og sambært fleiri miðlum, metir fyritøkan tí ikki, at har er nóg mikið av kunning um, hvussu koppingarevnið ávirkar hesar bólkar.

Meira koppingarevni kemur mánadagin

Byrjað varð at koppseta í Føroyum 30. desember, og sambært Sjúkrahúsverkinum eru fleiri enn 1.300 vorðin koppsett, og um verandi gongd heldur fram, er talið á koppsettum føroyingum komið uppá 2.500, tá næsta vika er runnin.

[object Object]Hjalti Gunnarstein, landsapotekari (Mynd: Sverri Egholm)

Ein nýggj sending av koppingarevni kemur mánadagin, og sambært Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, skuldi verið nóg mikið til at koppseta eini 1.300 fólk – nakað tað sama sum var í fyrstu sending.

Tey fyrstu, sum vórðu koppsett, vórðu heilsu- og røktarstarvsfólk, og í komandi viku verða tað tey eldru og heilsuveiku, sum sleppa framat. Sambært landsapotekaranum verður mett, at í næstu sendingini av koppingarevni er nóg mikið til at koppseta øll, ella í øllum førum tey flestu, í hesum bólkum.

Nær restin av fólkinum kann sleppa framat veldst um, nær vit fáa meira koppingarevni.

– Tað er tað, sum er forðingin fyri, at mann kann fara skjótari fram, tí vit fáa bara eina ávísa nøgd, og tað er tað, sum avger, hvussu nógv vit kunnu bjóða fólki, sigur Hjalti Gunnarstein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021

5

Størv

Fíggjarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Handverkari ella maskinistur til smiðjuna í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024
6 Leygardagur 09. Jan 2021

Landsstýrið herðir tiltøkini aftur

Ferðist ikki til onnur lond uttan so at tað er alneyðugt, og haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum, eru millum annað boðini. Matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

”Vit hava staðið saman og ansað eftir hvørjum øðrum. Tí hevur gingist væl at byrgt fyri ótálmaðari smittuspjaðing í samfelagnum. Tamarhald er á smittustøðuni í løtuni, men støðan er framvegis álvarsom. Smittutølini tær seinastu vikurnar vísa greitt, at smittan ger um seg her heima. Tað er eitt frambrot, at vit í næstu viku byrja at koppseta eldri og heilsuveik fólk. Eg havi góðar vónir um, at vit við samanhaldi, áliti og áhaldni fara at vinna stríðið ímóti koronu”, sigur løgmaður Bárður á Steig Nielsen.

Landsstýrið, landslæknin og farsóttarnevndin fylgja neyvt við smittustøðuni og gongdini í okkara grannalondum.

Nógv verður tosað um nýggj koronufrábregði, sum eru sera smittsom. Landsstýrið tekur hesi nýggju frábregði í størsta álvara, hóast tey enn ikki er staðfest í Føroyum, tí tey kunnu føra við sær, at heilsuverk Føroya kemur undir eitt so stórt trýst, at tað kann standa á at viðgera koronusjúklingar og aðrar sjúklingar. Øll positiv koronukanningarúrslit vera greinað, fyri at vita, um talan er um nýggj frábregði. Nýtt frábregði ger av álvara um seg í Onglandi, og er eisini staðfest í Danmark og fleiri øðrum londum.

Landsstýrið hevur viðgjørt koronustøðuna, og er til reiðar at brúka onnur amboð, um ein versnandi smittustøða krevur tað.

Tað er sera týdningarmikið at hava í huga, at tað er atferðin hjá tí einstaka, sum er avgerandi fyri at fyribyrgja smittuútbreiðslu.

Høvuðstilmælini eru:

  • Ferðist ikki til onnur lond uttan so, at tað er alneyðugt.
  • Eftir komu frá útlondum eiga ferðafólk at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið negativt úrslit av kanningini sætta dag.
  • Verið í størstan mun bara saman við teimum nærmastu og teimum, sum tú plagar at vera saman við. Avmarkið talið av sosialum sambondum.
  • Haldið tykkum frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
  • Haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum.

Matstovur og skeinkistøð
Landsstýrið hevur avgjørt, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur kl. 22.00 til og við 17. januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

7 Leygardagur 09. Jan 2021

Skeinkistøð í vanda fyri at fara av knóranum

Nú skulu skeinkistøð aftur stongja klokkan 22. Kemur ikki betri hjálp frá landinum, eru fleiri sum helst noyðast at gevast, sigur barreigari

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Boðini frá landsstýrinum um, at skeinkistøðini næstu 14 dagarnar heldur ikki sleppa at hava opið longur enn klokkan 22, vóru steinur oman á byrðu.

- Nú hava vit øll fyrireikað okkum at hava opið aftur, og so koma boðini í dag um at tað kunnu vit ikki, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, sum eigur skeinkistøðini Sirkus og Landskrona, við Kringvarpið.

Tað stendur illa til hjá summum, sigur hon.

- Tað eru partar av skeinkistøðunum, sum eru í svárari kreppu. Vit hava fingið hjálparpakkar í 2020, men hjálpin, sum varð veitt tá, varð veitt út frá, at tað ikki fór at vera so leingi. Men nú blívur tað við, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.

Summi skeinkistøð hava mist so mikið nógv seinasta árið, at um ikki betri hjálp kemur, mugu tey snara lyklinum. Fyritøkur í náttarlívinum hava eina afturgongd frá 40 prosentum og upp í 100 prosent, sigur hon.

- Vit hava gjørt greitt fyri politiska myndugleikanum at hjálparpakki trý ikki er nøktandi. Hann dekkar ein part av okkara útreiðslum, og hevur einki við inntøkur at gera. Inntøkur, sum ikki eru har longur.

- Livigrundarlagið er skrikt undan summum av okkum, og vandi er fyri at fleiri mugu stongja, um ikki betri hjálp kemur, sigur Sunneva Háberg Eysturstein við Dag og viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

8
Leygardagur 09. Jan 2021

Turka nú grísaskinkur í Norðrasta haga

Áhugin fyri skinkum, turkaðum í Føroyum, er stórur, men framvegis er ikki møguleiki at selja tær uttanlands

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í kuldanum hósdagin vóru menn í Norðasta haga, norðan fyri Skálavík, fyri at hanga kjøt upp til turkingar í hjallinum har.

Hesaferð var talan ikki um lambskjøt, men um danskar skinkur av grísum, slaktaðir hjá Danish Crown.

- Vit víðka nú okkara virksemi at turka saltaðar skinkur, og royna at turka tær í Sandoynni eisini, greiðir Johan Mortensen frá.

Johan Mortensen og Jógvan Høj hava í fleiri ár við góðum royndum turkað skinkur í hjallum á Kalsoynni og í Klaksvík, og teir eru nú vorðnir rættiliga kønir í mannagongdini.

Sandoyggin og kanska serliga Skálavík eru kend fyri at hava gott og vælsmakkandi kjøt. Tað er ikki uttan orsøk, at Dalsgarður í Skálavík tvær ferðir varð kosin garðurin vist best smakkandi skerpikjøtinum, tá skipað varð fyri slíkum kappingum á Hotel Føroyum fyri nøkrum árum síðani, vísir Johan Mortensen á.

Dalsgarður er gamalt festi. Garðurin er longu nevndur i 1584 i Jarðarbókini, men er nógv eldri. Navnframir menn sum synirnir hjá Harra Klæminti og eisini ungu Jógvans Synir eru millum teirra, sum hava havt festið.

[object Object]

Í dag er Tórkil Dalsgaard tann 15. bóndin á Dalsgarði.

Tórkil og Johan Mortensen eru vornir samdir um at fara undir eina verkætlan við skinkum í Norðasta Haga. Í hesi vikuni vóru 50 skinkur hongdar upp í hjallinum i Norðasta Haga. Kuldin og kavin eru góðir fyri skinkuna tá turkingin byrjar.

Væntandi verða skinkurnar búnar komandi nýggjár, og longu nú hevur Hilton Gardens bílagt skinku til teirra nýggjárstiltak.

Vónin er, at Føroyar og ES skjótt fáa eina nýggja handilsavtalu, sum ger tað møguligt at flyta matvørur aðrar enn fisk úr Føroyum til ES-marknaðin.

- Núgaldandi 30 ára gamla avtalan er ikki nýtilig longur. Tað ber ikki til, at ongin landbúnaðarframleiðsla úr Føroyum kann útflytast til Danmarkar, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við ella til ES lond.

- Høvdu vit møguleikan, so kundu vit gagnnýtt møguleikan og útflutt fleiri túsund skinkur, sum vóru turkaðar í Føroyum. Vit hava prógvað, at skinkur, ið verða turkaðar her, halda eina góða góðsku og at smakkurin er framúr góður, sigur Johan Mortensen. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021

9 Leygardagur 09. Jan 2021

Nólsoyar Páll uppaftur og støðga samanleggingarætlanum

Býráðsmeirilutin í høvuðsstaðnum komandi fýra árini hevur lagt sínar ætlanir fram

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Higartil liggja ætlaninar hjá nývalda býráðsmeirilutanum í Tórshavnar kommunu í høvuðsheitum á einum yvirskipaðum støði.

Týsdagin varð drúgva samgonguavtalan hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum í Tórshavnar býráð, “Býráðið fyri borgaran”, løgd fram fyri fjølmiðlunum.

Ikki so nógvar konkretar ætlanir verða nevndar í avtaluni, sum heldur seg á tí meira yvirskipaða, tí økini skulu kannast og lýsast fyrst, sum býráðspolitikararnir orðaðu seg.

Men okkurt konkret var tó at frætta.

Eitt nú, at “Nólsoyar Páll skal ikki goymast burtur – hann skal setast uppaftur beinanvegin”, varð sagt av bæði borgar- og varaborgarstjóra. Akkurát hvussu og hvar tað verður gjørt, varð ikki sagt beinleiðis, men tað verður í Vágsbotni onkrastaðni.

Eitt annað rættiliga konkret mál var, at “samráðingarnar við IRF um samanlegging støðga frá í dag at rokna!”.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum var so bastandur í síni útsøgn. Hann segði, at ætlanin er framhaldandi at søkja samstarv við kommunurnar í IRF um loysnir á økinum við burturkasti. Men tað verður ikki talan um samanlegging, sum undanfarna býráðssamgonga hevur lagt upp til.

Í hesum sambandi varð upplýst, at núverandi brennistøð á Hjalla megnar at koyra víðari fram til 2030 og tí skulu fyrireikingar til nýggja brennistøð gerast samstundis sum arbeitt verður víðari við ætlanum um meira endurnýtslu og aðrar umskipanum á økinum.

 

[object Object]Standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll varð flutt burtur av torginum í Vágsbotni fyri at geva pláss fyri eini skoytibreyt, sum - tá saman um kom - ikki varð sett upp í Vágsbotni kortini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

10 Leygardagur 09. Jan 2021

Nógvar ætlanir fyri komandi býráðsskeið

Sambært nýggja meirilutanum, skal nógv gerast fyri at lyfta støðið hjá høvuðsstaðarkommununi uppaftur

Býráðsmeirilutin frá vinstru Kári Johansen, form. í vinnunevndini, Kristianna Winther-Poulsen, forkv. í eldranevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri og form. í fíggjarnevndini, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og form. í mentanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, form. í byggi- og býarskipanarnevndini, Súna Mørk, forkv. í trivnaðarnevndini og Bjørg Dam, forkv. í umhvørvisnevndini
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nærvera við borgaran, størri gjøgnumskygni í umsitingini og ein styrktan sosialan politikk í Tórshavnar kommunu. Hetta eru nøkur av lyftunum, sum nýggi býráðsmeirilutin við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum lovar.

Fyrrapartin týsdagin kallaði meirilutin til tíðindafundar í býráðssalinum á Vaglinum at greiða frá ætlanunum hjá meirilutanum, sum tók við á nýggjárinum.

Fleiri broytingar verða, eitt nú skipanarliga. Eitt nú er skúlaøkið ikki longur eitt mentamál umsitingarliga, men kemur at liggja undir trivnaðarnevndini. Hetta tí arbeiðsøkið hjá mentanarnevndini er vorðið í so rúgvusmikið.

Eisini er ætlanin at skilja vinnunevndina sundur aftur, so at virksemið í Tórshavnar havn aftur kemur í eina serstaka havnanevnd.

Samgonguskjalið er orðaríkt og drúgt. Møguleiki er at lesa tað í fullum líki á lesarin.fo: Býráðið fyri borgaran

Fleiri fíggingarmøguleikar
Ætlanirnar eru nógvar og tað lýsir gjøgnum skjalið, at meirilutin so at siga er sinnaður at gera tað betri á øllum økjum, tí alt ov lítið er hent í setuni meðan hesi hava siti í minniluta.

Komið verður ikki inn á hvussu nógvu ætlanirnar skulu fíggjast, men Heðin Mortensen segði á tíðindafundinum í dag, at tað verða alsamt vaksandi inntøkurnar hjá kommununi, sum koma at fíggja ætlanunum.

Annars er møguleiki at taka lán ella at hækka skattin í eitt tíðarskeið, eins og fyrr hevur verið gjørt í sambandi við stórar íløgur.

Á bústaðarøkinum verður beinanvegin farið undir at fáa fleiri grundstykkir til vega í kommununi. Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, vísti á, at hvørki grund- ella vinnuøki eru tøk í kommununi í løtuni, og tað er ein stórur trupulleiki, sum skal loysast.

Eisini verður farið í samstarv við Bústaðir at fáa til vega fleiri leigu- og lutaíbúðir í kommununi.

Gera dagstovna- og eldraøkið attraktiv
Á dagstovnaøkinum verður lovað ein hægri normering – tað skal vera meira lokkandi at arbeiða á dagstovnaøkinum, og so skulu fleiri ansingarpláss fáast til vega.

Tórshavnar kommuna ynskir eisini fleiri tilboð á skúlaøkinum. Kommunan hevur góðar royndir við tilboðnum ‘Litir í leiki’ fyri tey listaáhugaðu børnini, og við fótbóltsskúlanum fyri tey ítróttaáhugaðu. Nú verður eitt handaligt tilboð við denti á motorlæru sett á stovn.

Á eldraøkinum verður eisini arbeitt við eini hægri normering, bæði til gagns fyri tey eldru, men eisini í stóran mun fyri at gera tað meira áhugavert at arbeiða á eldraøkinum í kommununi, tí tað er ein stór avbjóðing at fáa starvsfólk.

Stórhøll og spælihús
Á ítróttaøkinum er tað stórhøllin, eitt nú ætlað til altjóða hondbóltsdystir, sum eru ovast á skránni umframt at skapa umstøður at halda Oyggjaleikir í Føroyum.

Á frítíðarøkinum verður arbeitt ítøkiliga við einum býarhúsi fyri at geva børnum eitt trygt innanduraøki til spæl, og hinum aldursbólkunum eitt hús til ítriv og mentanarlig tilboð.

Á vinnuøkinum snýr tað seg um at finna grundøki til vinnuna, og annars at skapa góðar karmar.

Við Eysturoyartunnlinum fær Havnin nú kapping frá øðrum kommunum, og tað skal kommunan brynja seg til, hóast høvuðsstaðurin framhaldandi við søkja samstarv, eitt nú við kommunurnar við Skálafjørðin.

Endurnýtsla og veðurlagsmál
Umhvørvisøkið verður eisini uppraðfest, og fær egna deild í kommunuumsitingini. Málini á hesum øki er at styrkja eftirlitið við dálking, ganga á odda við orkusparing, skipa burturkastið betur, so at endur- og nýnýtslan økist. Og so skulu veðurlagsmál orðast fyri bæði 2030 og 2050 setast.

Kommunuætlanin skal eisini endurskoðast, og arbeitt verður aftur við miðbýarætlanini hjá undanfarna býráði.

Konkret verður sagt, at  sølutogrið í Vágsbotni skal skipast betur, so at bilaferðslan og gonguferðslan verða atskild, møguliga við eitt fylla eitt sindur út í Vágsbotni. Eisini varð sagt í dag, at Nólsoyar Páll skal reisast uppaftur onkrastaðni í økinum.

Parkeringsloysn finnast beinanvegin
Arbeitt verður við at skipa økir á bæði Argjum og í Hoyvík til savnandi virksemi, og so skal eisini finnast ein loysn á parkeringstrupulleikunum í býnum.

- Tað verði seg við parkeringshúsum og so verður møguleikin við parkeringstunnli eisini kannaður. Er rokni við at hava eina parkeringsloysn á borðinum áðrenn summar, segði Tróndur Sigurðsson, sum hevur ábyrgd á økinum.

Og so er tað afturvendandi trupulleikin við innkomuvegnum til Havnar, sum “má og skal loysast sum skjótast”.

Sambært Heðini Mortensen er ein tunnil undir Krákugjógv og yvir í Marknagil ein partur av hesi loysn, sum kommunan roknar við at gera saman við landsmyndugleikunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

11 Leygardagur 09. Jan 2021

Kristin Michelsen framhaldandi løgtingslimur

Fær loyvi at røkja bæði borgarstjóra- og løgtingsstarvið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nývalda býráðið á Tvøroyri loyvir borgarstjóranum at halda fram við at røkja løgtingsstarvið við síðuna av borgarstjórastarvinum.

Sambært kommunustýrislógini, kann borgarstjóri ikki røkja annað borgarligt starv. Men undantak er fyri fólkavaldum starvi, um kommunustýrið loyvir hesum.

Tí skuldi nývalda býráðið á Tvøroyri í vikuni taka støðu til eina umsókn frá Kristin Michelsen um at halda fram sum løgtingslimur. Og hetta var samtykt. Javnaðarumboðini í býráðnum atkvøddu tó ímóti.

Kristin Michelsen er valdur í løgtingið sum einasta umboð fyri Sjálvstýri.

Til kommunuvalið í november stillaði hann upp á einum felagslista, og gjørdist fyrstvaldur í býráðið, og varð eisini afturvaldur sum borgarstjóri. Felagslistin hevur einsamallur meiriluta í kommunustýrinum á Tvøroyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

12 Leygardagur 09. Jan 2021

Heðin Mortensen nýggjur formaður í Kommunufelagnum

Stýrið í Kommunufelagnum hevur skipað seg – Tórbjørn Jacobsen er næstformaður

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, er nýggjur formaður í Kommunufelagnum, og Tórbjørn Jacobsen er nýggjur næstformaður. Tað er greitt, eftir stýrisfundin í gjár, har nýggjur formannskapur skuldi veljast.

Dennis Holm, fyrrverandi formaðurin, kundi ikki halda fram, av tí at hann ikki longur er borgarstjóri í Vágs kommunu, og tað sama var galdandi fyri næstformanninum, Heðin Zachariassen í Sunda kommunu, sum ikki stillaði uppaftur.

13 borgarstjórar eru í stýrinum, og av teimum vórðu bert tríggir, sum kundu halda fram – Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.

Formansskapurin verður valdur yvir tvey ár, og Heðin Mortensen hevur áður verið formaður í Kommunufelagnum.

[object Object]Torbjørn Jacobsen, næstformaður, og Heðin Mortensen, formaður (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Í nývalda stýrinum, sum fer at hava sín fyrsta regluliga fund 15. januar, sita hesi 13 umboð:

  • Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður
  • Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður
  • Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna
  • Per Martin Gregersen, Eysturkommuna
  • Bjarni Prior, Vága kommuna
  • Davur Juul, Fuglafjarðar kommuna.
  • Jógvan Kruse, Sunda kommuna
  • Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
  • Bjarni Johansen, Vágs kommuna
  • Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
  • Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna
  • Súni í Hjøllum, Nes kommuna
  • Heri Sverrason, Sands kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2021

13 Leygardagur 09. Jan 2021

Ógvusligt ferðsluóhapp í Syðrugøtu: Øll eru uttan fyri lívsvanda

Mett verður, at talan var um yvirháling í nógvu morgunferðsluni mikumorgunin, sum gekk galið. Óhappið skal nú kannast meira gjølla

Ferðsluóhapp var orsøk til langar bíðirøðir, men tað gekk rímiliga skjótt og væl at fáa fólk flutt á sjúkrahúsi og at fáa ferðsluna at koya aftur, sigur vaktleiðarin (Mynd: Birgir Knudsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nakað áðrenn klokkan níggju mikumorgun hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Syðrugøtu - tætt við einsamøllu húsini ið standa oman fyri vegin.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini var talan helst um eina yvirháling í nógvu morgunferðsluni, sum gekk galið. Løgreglan hevur eina góða fatan av, hvat hendi, men tað skal kannast ordliga. 

Tríggir bilar vóru íblandaðir. Í fyrstu syftu vóru tað tveir, ið rendu saman, og síðani "kom ein uppí". Vakleiðarin sigur, at allir bilarnir fóru í knús.

Neyðugt var at klippa fólk úr tveimum av bilunum. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið við politieskortu. Tey hava fingið skaða, men tað var ikki lívshættisligt, upplýsir løgreglan. Ein fjórði persónur fór sjálvur til kanningar.

Og ferðsluóhappið skal eisini kannast nærri, tá tað er so álvarsligt. Vaktleiðarin upplýsir, at bilarnir, ella vrakini, eru nú hjá Akstovuni. Har verður hugt eftir, um alt er í lagi við til dømis bremsum, og um nakað tekniskt var galið við bilunum. Hetta fer at taka nakrar dagar.

Ferðsluóhappið var orsøk til langar bíðirøðir, og eina løtu varð ferðslan leidd gjøgnum bygdavegin í Syðrugøtu. Men sambært vakthavandi gekk tað skjótt og væl við tilbúgvingini. Sjúkrabilar komu úr bæði Klaksvík og Havn, eins og onnur neyðsendarakfør, og sum sagt var politieskorta til Havnar.

Hetta var sjálvandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og vaktleiðarin sigur, at nýggi tunnilin veruliga kom til sín rætt í hesum førinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

14 Leygardagur 09. Jan 2021

Eingin doyði í føroysku ferðsluni í fjør

Hetta er aðru ferð uppá trý ár. Talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða hevur tey seinastu árini ligið um tey tretivu

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni í Føroyum. Tað vóru gleðistíðindi, og tað var nakað heilt serligt: Hetta var ikki bert fyrstu ferð í øldini, men fyrstu ferð í yvir 50 ár.

2020 gjørdist aftur eitt "null-ár". Ráðið fyri Ferðslutrygd boðar frá, at hóast øll tølini ikki frá 2020 eru liðug viðgjørd enn, og at eitt heilt endaligt tal av ferðsuóhappum ikki kann staðfestast, so er greitt, at eingin lat lív í ferðsluni í Føroyum í fjør. Tó eru framvegis nógv óhapp, sum hava fólkaskaða við sær - tað hevur seinastu tíggju árini liðið á umleið 30 á hvørjum ári.

- Hóast tað framhaldandi henda ferðsluóhapp við fólkaskaða, vísa tey lágu tølini at áhaldandi og miðvísa arbeiðið at betra um ferðslutrygdina gevur úrslit.

Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar, at um aldarskiftið vóru áleið 60 ferðsluóhapp við fólkaskaða um árið, men tað hendi ein stór broyting, millum annað tá promillumarkið varð broytt.

Nú snýr tað seg um at fáa talið uppaftur longur niður, men RFF skrivar, at av tí at tølini fyri ferðsluóhapp í Føroyum nú eru so lág, er trupult hugleiða so nógv út frá einstøkum hendingum, og hvat skal til fyri at fyribyrgja teimum, men at ein væl skipað skaðakanning eskal setast í verk, har allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum skulu kannast.

Ráðið fryi Ferðslutrygd kemur eisini inn á, at korona helst hevur ávirkað ferðsluna. Bæði í tann mun, at færri kilometrar vóru koyrir, men eisini at bilførarar kundu koyra skjótar, tí færri bilar vóru á vegnum - løgregland tók eisini nógvar bilførarar, ið koyrdu alt, alt ov skjótt. Í Noreg høvdu tey metlágt tal av deyðum í ferðsluni, 95. Tað eru 13 færri enn árið fyri, og tað er samstundis fyrstu ferð síðani 1947, at talið er lægri enn 100.

Tað er politiið, ið skrásetir ferðsluóhappini. Øll tølini verður helst tøkt einaferð í vár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

15 Leygardagur 09. Jan 2021

Vit keyptu nógv meira í 2020

Vit hava keypt meira mat og húsbúnað meðan korona hevur herjað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyingar hava keypt meira mat og húsbúnað undir koronatíðini.

Hetta er nú prógvað av hagtølum. Hagstovan hevur júst kunngjørt hagtøl fyri hvat føroysku húsarhaldini hava brúkt hesa seinastu tíðina, og tølini vísa ein stóran vøkstur á umsetninginum fyri ‘matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur’ og ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’.

Umsetningurin er øktur við 15 prosentum samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Umsetningurin fyri ‘klædnavørur og fótbúnað’ vaks 6 prosent.

Føroysku húsarhaldini hava keypt munandi meiri av vanligum gerandisvørum í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør, samanborið við somu ársfjórðingarnar í 2019.

Tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu - heldur hinvegin hava handlar innan smásølu havt úr at gera, skrivar hagstova.fo.

Fyri vørubólkin ‘mat og alkoholfríar drykkjuvørur’ hevur vøksturin í umsetningi verið óvanliga stórur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í fjør, samanborið við somu ársfjórðingar árið fyri. Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 1,6 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður hædd tikin fyri hesum, er mongdin av seldum mati og drykkjuvørum økt við 14 prosentum.

Samanborin við ‘mat og drykkjuvørur’, hevur vøksturin í sølu av ‘klædnavørum og fótbúnaði’ ikki verið eins stórur í tíðini við koronu. Fyri hendan vørubólkin var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør góð 6 prosent størri í mun 3. ársfjórðing í 2019. Prísurin á ‘klæðum og fótbúnaði’ vaks 5 prosent frá 3. ársfjórðingi í 2019 til 3. ársfjórðing í fjør. Um hædd verður tikin fyri hesum prísvøkstri, var mongdin av seldum ‘klæðum og fótbúnaði’ nærum tann sama í árligu samanberingini.

Fyri vørubólkin ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ var umsetningurin í 3. ársfjórðingi í fjør so nógv sum 15 prosent størri í mun til 3. ársfjórðing í 2019. Allur hesin vøksturin stendst av vøkstri í seldum mongdum, tí prísurin á hesum vørum var mest sum óbroyttur hetta tíðarskeiðið, skrivar Hagstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

16 Leygardagur 09. Jan 2021

Ford mest seldi bilur í 2020

358 bilar av slagnum Ford komu á føroysku vegirnar í fjør. Tilsamans færri nýggj akfør vóru skrásett í mun til 2019

(Mynd: P/F Wenzel)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tilsamans 1.877 nýggj akfør vórðu skrásett í 2020. Hetta er 343 færri enn í 2019, og orsøkin skal síggjast í, at Føroyar í vár fóru niður í ferð, og keypihugurin av bilum minkaði.

Kortini tykist hann nú hava tikið dik á seg aftur. Í desember 2020 vóru 139 nýggj akfør skrásett í mun til 120 árið fyri.

Mest seldi bilurin í ár er Ford. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni komu 358 Fordbilar á føroysku vegirnar í 2020, meðan tað vórðu skrásett 310 nýggj akfør av slagnum Volkswagen. Toytota er triðmest seldi bilur við 263 skrásetingum.

Á topp-10 listanum yvir mest seldu bilmerki sæst eisini Brenderup, sum er slag av viðfestisvognum.

Mest seldu bilmerki 2020
1. Ford (358 akfør)
2. Volkswagen (310 akfør)
3. Toyota (263 akfør)
4. Renault (211 akfør)
5. Kia (186 akfør)
6. Volvo (143 akfør)
7. Mercedes-Benz (142 akfør)
8. Brenderup (121 akfør)
9. Nissan (110 akfør)
10. Citroën (98 akfør)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

17 Leygardagur 09. Jan 2021

Ferðslan í Vágatunnlinum minkaði við 17 prosentum

Flogferðslan hevur als ikki verið sum vanligt, og hetta sæst aftur. Ferðslan í Norðoyatunnilin var eisini minni samanborið við 2019, men talan var bert um smá tvey prosent. Hetta er fyrstu ferð, at ferðslan er minkandi í undirsjóvartunlunum

Ferðslan til og frá flogvøllin var als ikki á sama støði sum vanligt orsakað av koronu
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ferðslan í Vágatunnlinum varð í 2020, sum so mangt annað, ávirkað av koronu. 784.674 akfør koyrdu ígjøgnum í mun til 952.300 árið fyri. Tað er ein ein minking á 17,6 prosent, vísa tøl sum VP hevur fingið fatur á.

At flogferðslan als ikki var tann sama, saman við at fólk í pørtum av árinum hava arbeitt heimanfrá, skúlagongd ikki hevur verið fysisk o.s.fr, er uttan iva størsti parturin av orsøkini.

Ferðslan í Norðoyatunnlinum minkaði eisini: Frá 1.308.519 akførum í 2019 til 1.284.544. Hetta er tó ikki meira enn ein minking á 1,8 prosent.

Ferðslan í Norðoyatunlinum var í fjør 63,7 prosent, meira enn hon var í Vágatunlinum.

Hetta er fyrstu ferð, síðani tunlarnir lótu upp, í ávikavist 2002 og 2006, er ferðslan annars økt á hvørjum ári.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

18 Leygardagur 09. Jan 2021

Waag umboðar nú Hyundai í Føroyum

18 bilar av hesum bilamerkinum vórðu semdir í Føroyum í fjør

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður tað bilasølan Waag, sum umboðar koreanska bilamerkið Hyundai í Føroyum. Hyundai legst sostatt afturat bilamerkjunum Renauld, Dacia og Mercedes-Benz, sum bilasølan umboðar frammanundan.

Higartil hevur Hyundai bilamerkið verið umboðað av bilasøluni Norðbil á Oyggjarvegnum.

Hyundai hevur eitt breitt úrvæl av bilum – frá tí minsta Hyundai i10 til tann stóra Hyundai Santa Fe. Fleiri av bilunum fáast bæði við bensin/diesel motori og við eitt nú el, plugin hybrid og brintmotori.

Ein heilt nýggjur og sera spennandi Hyundai Tucson er júst nú komin á marknaðin, og verður hesin eisini at fáa hjá Waag í næstum.

Sum nakað serligt hava allir Hyundai bilar fimm ára fabriksgaranti – uttan kilometur avmarking. Harumframt veitir Hyundai fimm ára lakkgaranti og 12 ára rustgaranti, skrivar Waag í tíðindaskrivi. Øll viðurskifti viðvíkjandi yvirtøkuni verða væntandi klár um mánaðarskiftið januar/februar, men longu nú ber til at ogna sær Hyundai bil frá Waag.

Sambært júst dagførdu hagtølunum hjá Hagstovuni, vórðu 18 bilar av merkinum Hyundai seldir í fjør, fimm ‘Kona Kauai’, fýra ‘I10’, tríggir ‘I30’ og tríggir ‘Kona’, tveir ‘Ioniq’ og ‘I30’-vøruvognur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

19 Leygardagur 09. Jan 2021

Nordcar nýggjan eigara og stjóra

Palli Skorheim hevur keypt meirilutan í Nordcar, sum millum annað selur BMW og Fiat

Palli Skorheim
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Palli Skorheim hevur keypt meirilutan í Nordcar, og er samstundis settur sum nýggjur stjóri í felagnum.

- Vit hava arbeitt fram ímóti hesi loysnini í eina tíð, og tí eru vit fegnir um, at vit nú eru komin á mál, sigur fráfarandi stjórin, Gordon Rajani, í tíðindaskrivi.

- Eg eri spentur upp á at seta meg við róðrið í Nordcar, sigur Palli Skorheim, sum seinastu seks árini hevur verið fíggjarleiðari í NN Holding samtakinum.

- Hetta er ein spennandi møguleiki, sum eg eri takksamur fyri at hava fingið frá fyrrverandi eigarunum. Nordcar selir merkini BMW, MINI, Fiat Professional, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og elbilarnar frá Maxus. Umframt bilar selir Nordcar eisini motorsúklur frá BMW og Harley Davidson. Harumframt er verkstaðið eisini góðkent til Honda. Hesi merkini standa øll fyri dygd, og við fantastisku starvsfólkunum hjá Nordcar, verður málið hjá mær at selja dygarbilar fyri kappingarførar prísir, umframt at veita bestu tænastuna til øll okkara viðskiftafólk.

Palli Skorheim, sum byrjar sum stjóri í Nordcar í dag, sigur at øll eru altíð vælkomin inn á gólvið til ein kaffimunn og eitt bilprát, verður sagt.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

20
Leygardagur 09. Jan 2021

Eru farin til Noregs eftir nýggja Pison

Føroyingarnir, sum eru farnir eftir nýggja Pison, skulu í sóttarhald tá ið teir koma til Noregs

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Menn fóru í vikuni úr Føroyum til Noregs eftir línuskipinum Nyvoll Senior, sum er keyptur til Føroyar.

- Skipið skal siglast úr Noregi til Føroya undir norskum flaggi, og síðan skal skipið yvirtakast, og flaggast um í Føroyum, sigur Eyðstein Sørensen, sum er skipari, og ein av eigarunum á nýggja skipinum, sum kemur í flotan fyri Pison.

Nyvoll Senior, skal skifta navn til Pison, og Eyðstein Sørensen vónaði tá, at vera aftur í Føroyum við skipinum nú um vikuskiftið. Men fríggjadagin lá Nyvoll Senior framvegis í havn í Godøya út fyri Ålesund

- Skipið skal eita Pison, og vit vænta, at tað tekur eini 10 dagar áðrenn tað er klárt at fara til fiskiskap, og tá verður farið til fiskiskap undir Føroyum, segði Eyðstein Sørensen.

Gamli Pison, sum hevur tænt fyri seg, stóð fyri einari umfatandi klassing, og mett varð ikki, at tað var rætta avgerðin at arbeiða víðari við, og tí varð avgerð tikin um at keypa eitt nýggjari skip fyri Pison.

Nýggi Pison er bygdur í 1987, og er systurskip til Eivind, sum hevur heimstað í Sandavági.

Eivind er tó bygdur í Noregi, meðan nýggi Pison er bygdur í Vági. 

[object Object]Gamli Pison skal nú høggast upp. Skipið hevur verið í føroyska flotanum síðan 1961 - Mynd: Skipalistin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

21
Leygardagur 09. Jan 2021

Føroyingur eftirmetir norsku aliskipanina

Kirstin Eliasen, serfrøðingur innan laksalús á Fiskaaling, er við í norskari serfrøðinganevnd, sum eftirmetir tilmælini til norsku alivinnuna

Kirstin Eliasen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, hevur biðið norska Granskingarráðið um at eftirmeta vísindaliga grundarlagið fyri tilmælini, sum fiskimálaráðið fær at arbeiða við. Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Pf. Fiskaaling, er limur í hesi serfrøðinganevndini.

Sonevnda ferðsluljósskipanin (trafikklyssystemet) í Noregi er ein umsitingarskipan, sum kannar alivinnuna fyri laksalús, og ger áleggingar um átøk, sum byggja á kanningarúrslitini. Talan er um myndlar (modelleringar), sum simulera  spjaðing av laksalús í ymisku aliøkjunum. Alibrúkini kunnu síðani fáa reytt, gult ella grønt tilmæli.

Reytt merkir, at framleiðslan skal minka; gult merkir status quo; og grønt merkir, at framleiðslan kann vaksa.

Skal meta um myndlar og metodir
Ferðsluljósskipanin skal tryggja framskygdan og burðardyggan vøkstur í alivinnuni. Skipanin, sum byggir á vísindaliga vegleiðing, er í støðugari menning, sum byggir á best møguligu vitanina.

Nú hevur so norska Granskingarráðið sett eina serfrøðinganevnd, sum skal eftirmeta hetta arbeiðið. Nevndin skal gera eina árliga, yvirskipaða lýsing av allari viðkomandi vitan. Ein sjálvstøðugur stýrisbólkur tryggjar dygdina í hesum arbeiðinum.

Nevndin hevði fyrsta fundin t. 17. desembur 2020.

Týðandi førleikar
Norska Granskingarráðið hevur lagt seg eftir at seta nevndina við persónum, ið hava hægstu vísindaligu førleikarnar, og sum ikki hava týðandi tilknýti til viðurskifti í Noregi. Tað hevur verið avgerandi fyri granskingarráðið at seta eina nevnd, sum tekur atlit til bæði førleikar og gegni.

Umframt føroysku Kirsin Eliasen, sita hesi í nevndini: Crawford Revie, professari við Universitetið í Strathclyde, Skotland (formaður), Anders Koed, varastjóri og professari á DTU Aqua, Danmark. Andre Visser, professari á DTU Aqua, Danmark, Dave Jackson, Dr., Marine Institute í Írlandi, Heather Swanson, lektari við Universitetið í Aarhus, Danmark, Jarno Vanhatalo, lektari við Universitetið í Helsingfors, Finnland og Jimmy Turnbull, professari við Universitetið í Sterling, Skotland.

Eftirmetingarnevndin skal lata eina fyribils meting inn áðrenn 1. juli. Endaliga frágreiðingin skal handast norska granskingarráðnum tann 30. novembur 2021.

Kirstin Eliasen er PhD í lívfrøði. Hon hevur starvast á Fiskaaling síðani 2013, har hon hevur drúgvar royndir frá arbeiði við laksalús. Kirstin er við í fleiri altjóða granskingarverkætlanum, og telist eitt nú millum heimsins fremstu granskarar innan brúk av rognkelsum til at basa lús í alivinnuni.

Kelda: fiskaaling.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

22
Leygardagur 09. Jan 2021

Nýggj hummarakunngerð komin í gildi

Nú krevst loyvi at fiska hummara – eisini til húsbrúk

(Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú krevst loyvi at fiska hummara, sama um veiðan verður avreidd ella fer til húsbrúk.

Hetta er ásett í nýggju hummarakunngerðini, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum lýsti stutt fyri jól, og sum kom í gildi 1. januar.

– Fiskimálaráðið er gjørt varugt við, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg í seinastuni, og at hetta er vinnuliga fiskiskapinum til ampa. 

– Óskipað hummaraveiða gagnar hvørki hummarastovninum ella teimum, sum fiska hummara.

– Tí eru reglurnar broyttar soleiðis, at skalt tú fiska hummara á vanligu hummaraleiðunum, krevst loyvi – eisini tá fiskað verður til húsbrúks. Loyvini eru avmarkað til tey, ið eftir verandi reglum hava rætt til hummaraloyvi. Eingi nýggj loyvi verða latin afturat teimum, sum hava verið í skipanini seinastu árini, skrivar Fiskimálaráðið.

Kunngerðin sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

23 Leygardagur 09. Jan 2021

Fyrsti føroyingur deyður við koronu

Var innlagdur við aðrari álvarsligari sjúku enn korona. Hann var fluttur á koronudeildina stutt fyri jól, og andaðist í týsdagin. Talan er um ein 68 ára gamlan mann

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein sjúklingur við koronu andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 5. januar. Hetta er fyrsta andlát við koronu, sum er skrásett í Føroyum.

Talan er um 68 ára gamlan mann, sum fyrst í desember varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við aðrari álvarsligari sjúku enn koronu. Hann varð fluttur á koronudeildina stutt fyri jól. 

Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum kann ikki avvísa, at sjúklingurin er smittaður á landssjúkrahúsinum. Tað segði Tummas í Garði vil útvarpið hjá Kringvarpinum í vikuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

24 Leygardagur 09. Jan 2021

Fara nú undir at koppseta eldri og veik

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, broytir koppsetingarætlanina

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsstýrismaðurin við heilsumálum broytir nú koppsetingarætlanina, so at tað verður møguleiki at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu frá í komandi viku.

Tað boðar Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum frá.

- Nú gongur tað tvær ferðir so skjótt at koppseta fyri koronu, sum tað upprunaliga var roknað við, og tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku.

Koppsetingarætlanin er nú broytt soleiðis, at tað ikki longur er neyðugt eisini at goyma ein skamt til næsta koppsetingarumfar, so hvørt sum føroyingar verða koppsettir fyri koronu.

Tað merkir, at tað nú gongur meira enn tvær ferðir so skjótt at koppseta í Føroyum, enn tað upprunaliga var roknað við.

Næsta sending kemur í næstu viku
Tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku, tá næsti kassin av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech kemur til landið.

Nærri kunning um, hvussu fólk fáa boð um koppsetingina, kemur í næstu viku, sigur Heilsumálaráðið.

Byrjað varð við koppseting av heilsu- og røktarstarvsfólki í fremstu røð – tey í størst smittuvanda – samsvarandi koppsetingarætlanini hjá vaksinubólkinum. Og í heilsuverkinum eru tey ivaleys um, at hetta hevur verið ein skynsamur og rættur leistur.

Hugsanin aftan fyri hesa raðfestingina er, at við at koppseta heilsustarvsfólk í fremstu røð fyrst, verður ein ringur lagdur um tey veikastu fólkini, sum tískil eisini verða betur vard, til tey sjálv kunnu koppsetast. Og tað er hesin parturin av koppsetingarætlanini – stig 2 – sum nú kann byrja longu í næstu viku.

Meira í gløsunum
Pfizer/BioNTech mælir til, at koppsett verður aftur tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina við teirra vaksinu. Og av tí at tað í fyrstani valdaði óvissa um, hvussu støðug veitingin fór at verða, varð lagt upp fyri hesum við at goyma ein skamt til næsta umfar, hvørja ferð koppsett var.

Men nú hevur landsapotekarin fingið vissu fyri, at vaksina altíð verður tøk til næsta koppsetingarumfar, og tí er ikki longur neyðugt at goyma skamtar til tað endamálið.

Harafturat hevur tað víst seg at vera væl meira í vaksinugløsunum enn tað, sum Pfizer/BioNTech hevði upplýst. Hetta merkir, at tað í hvørjum kassa er nóg mikið av vaksinu til gott 1.200 fólk og ikki 975, sum upprunaliga mett.

Soleiðis sær Stig 2 í koppsetingarætlanini út

Ætlanin fyri koppsetingini í stig 2 sær soleiðis út:

  1. Fólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.
  2. Fólk í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við koronu. Hetta kunnu vera fólk, ið hava aðrar álvarsligar sjúkur, ið verða viðgjørdar á sjúkrahúsi. Sjúklingarnir verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgdina av viðgerðini. Eisini fer at standa avvarðandi, sum hesir sjúklingar eru serliga bundnir at, í boði at verða koppsett.
  3. Fólk, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
  4. Fólk, ið hava fylt 85 ár.

Starvsfólk í útvaldum pørtum av almenna geiranum, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað, ella sum hava serliga ábyrgd. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

25 Leygardagur 09. Jan 2021

- Fyrra prikið gevur eina verju á áleið 90 prosent

Tað sigur Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedisini, við Kringvarpið. Ymiskt bendir á, at í Føroyum, eins og í øðrum londum, er ætlanin broytt, so at seinni skamturin til hvønn einstakan ikki verður givin fyrr enn seks vikur eftir tann fyrra

Shahin Gaini sigur, at fyrsta prikið hevur stóran virkna - heilt upp til 90 prosent. Við seinna prikinum kann ein vera yvir 95 prosent vísur, í mun til ikka at fáa koronu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Upprunaliga var koppsetingarætlanin í Føroyum tann, at umleið helmingurin av skamtunum av koronakoppsetingunum skuldu goymast, so at hvør einstakur fór at fáa seinna prikið tvær til tríggjar vikur eftir tað fyrra, men nú er fokus á, at nýta tað sum ein fær.  

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Kringvarpið, at tað er sannlíkt, at bíðitíðin millum prikini verður áleið tvífalt so long sum ætlað, og Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedisini, segði í Degi & Viku í týskvøldið, at tað gevur meining at bíða. Hetta so at fleiri kunnu fáa fyrsta prikið - tað letur seg gera, tí tað er so effektivt.

- Fyrra "vaksinan" gevur eina trygd á áleið 90 prosent, sum so kemur upp um 95 prosent seinnu ferð ein hevur fingið vaksinu, sigur Shahin Gaini.

Í Stórabretlandi verða heili tólv vikur ímillum prikini. Hetta tí at trýstið á sjúkrahúsverkið er so stórt, og at tað er so stórur tørvur á koppingarevni. Stjórin í Sunhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, sigur, at fyrsta prikið gevur stóra trygd, og at tað er vísindalig prógv fyri, at seinna prikið er effektivt, hóast tað kemur so seint. Pfizer og BioNTech, ið hava framleitt eitt koppsetingarevni saman, hava annars sátt iva um hetta. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

26 Leygardagur 09. Jan 2021

Heilsustýrið mælir til at bíða við øðrum priki

Hetta fyri at fáa so nógv koppsett sum gjørligt. Framleiðararnir ávara móti avgerðini

Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska heilsustýrið mælir nú til, at lata tað ganga upp í seks vikur millum fyrsta og annað prik av koronavaksinuni.

Tað sigur stjórin í Syndhedsstyrelsen, Søren Brostrøm, sambært Ritzau.

- Vit hava saman við heilivágsstýrinum hugt í skjalprógvini fyri bæði Pfizer og Moderna-vaksinuni.

- Og her síggja vit, at tað kann ganga upp í seks vikur millum prikini, og tað fara vit nú at skriva í okkara dagførdu leiðreglur, sigur Søren Brostrøm.

Hetta verður gjørt fyri at fáa so nógv fólk, sum gjørligt, koppsett her at byrja við, viðgongur hann.

Sambært Brostrøm eru nóg mikið av prógvum fyri, at koppsetingin virkar líka so væl, um bíðað verður í seks vikur við aðru koppseting.

Higartil hevur tilmælið verið, at tað skuldi ganga tríggjar vikur millum fyrsta og annað prik fyri at tryggja so góða verju móti koronavirus sum gjørligt.

Eftir fráboðanina hjá Søren Brostrøm í donskum miðlum, hava BioNTech og Pfizer ávarað um, at tey ikki hava haldgóð prógv fyri, at teirra vaksina gevur fulla verju móti covid-19 um bíðað verður í seks vikur við aðru koppseting, skrivar Reuters. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

27 Leygardagur 09. Jan 2021

Pfizer: Koppingarevnið riggar eisini móti bretska slagnum av korona

Pfizer og BioNtech hava gjørt kanningar við 16 ymiskum úrbregðum, og higartil hava tey ikki sæð nakrar týðiligar broytingar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyritøkurnar Pfizer og BioNtech hava kannað, hvussu koppingarevni teirra riggar móti øðrum nýggjum úrbregðum av koronavirus, m.a. slagið, sum varð funnið í Stórabretlandi, og sum nú hevur spreitt seg til nógv onnur lond. Higartil vísa úrslitini, at koppingarevnið eisini riggar móti hesum.

Phil Dormitzer, ein av leiðandi granskarunum innan koppingarevni hjá Pfizer, sigur, at tey hava gjørt kanningar við 16 ymiskum úrbregðum, og higartil hava tey ikki sæð nakrar týðiligar broytingar.

Hetta merkir tó ikki, at eitt nýtt úrbregði, sum verður funnið seinni, ikki kann hava ávirkan, leggur hann afturat.

Kanningarnar við bretska slagnum av koronavirus eru gjørdar við blóði frá menniskjum, sum hava fingið koppingarevnið.

Úrbregðið N501Y, sum m.a. finst í bretska slagnum av korona, er eisini funnið í Suðurafrika. Hetta úrbregðið verður mett at vera meira smittandi.

Nýggja suðurafrikanska slagið av koronavirus inniheldur eisini eitt annað úrbregði, E484K, og enn er ógreitt, hvørja ávirkan tað hevur á koppingarevnið. Hetta ætlar Pfizer nú at kanna, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2021

28 Leygardagur 09. Jan 2021

Moderna-vaksinan góðkend í ES

Danmark roknar við at fáa fyrstu skamtirnar í komandi viku

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar og onnur lond í Evropa kunnu rokna við betri atgongd til koronavaksinu í komandi døgum.

ES-nevndin hevur góðkent koppingarheilivágin frá fyritøkuna Moderna. Tað upplýsti ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, mikudagin.

Sostatt er heilivágurin góðkendur at brúkast í øllum ES-londum, herundir Føroyum eisini, eins og heilivágurin frá Pfizer og BioNTech, sum hevur verið brúktur í eina tíð.

- Hetta merkir, at okkara mest týðandi vápn í stríðnum móti virusinum nú verður sterkari. Við avtaluni við Moderna kunnu vit tryggja tríggjar milliónir danir, segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í eini fráboðan.

Føroyar hava, sum kunnugt, atgongd til ein lutfalsligan part av vaksinunum, sum Danmark fær.

Fyrsta sending av vaksinum frá Moderna kemur væntandi til Danmarkar í næstu viku, upplýsir Statens Serum Institut, sambært Ritzau. Í fyrstu atløgu verður talan um 5.000 skamtar.

Vaksinan frá Moderna er lættari at handfara, tí hon skal ikki koymast í 70 kuldastigum eins og vaksinan frá Pfizer/BioNTech.

- Vaksinurnar hava sama virkna, men Moderna er lættari at handfara. Hetta merkir, at hon kann koma út har tað ikki eru frystarar, sum klára 70 minusstig. Hon kann tí brúkast heima hjá fólki, til dømis, sigur stjórin fyri danska heilivágsstýrið, Thomas Senderovitz, við dr.dk.

Báðar hesar vaksinurnar byggja á nýggju sonevndu mRNA-tøknina. Tær brúka eina genetiska kotu frá einum proteini, ið liggur á útsíðuni á koronavirusinum.

Sambært Thomas Senderovitz, er vaksinan hjá Moderna eins trygg og hin vaksinan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

29 Leygardagur 09. Jan 2021

Riggar ikki beinanvegin: Vórðu smittað eftir koppseting

Koppingarevnið riggar ikki frá tí løtu, tað verður sproytað inn, og tað riggar best, tá mann hevur fingið seinnu koppsetingina, sigur danskur professari

Mynd: Ólavur Frederiksen
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Danmark eru fleiri starvsfólk og búfólk á einum røktarheimi í Aarhus vorðin smittað við covid-19, eftir at tey eru vorðin koppsett.

Sambært Jens Lundgren, professara í ígerðarsjúkum, er ein einføld orsøk til hetta.

Koppingarevnið byrjar fyrst at rigga tvær vikur eftir, persónurin er vorðin koppsettur, og tað verður ikki 95 prosent effektivt, fyrr enn viðkomandi hevur fingið seinnu koppsetingina.

– Koppingarevnið riggar ikki frá tí løtu, tað verður sproytað inn. Tað merkir tó ikki, at tað ikki riggar at koppseta, sigur Jens Lundgren við TV2.

Jens Lundgren mælir til, at mann sær seg sjálvan sum óvardan móti smittuni tær fyrstu vikurnar, eftir mann er vorðin koppsettur. Inntil tá er enn vandi fyri, at mann kann verða smittaður við covid-19 eins og tey, ið ikki eru vorðin koppsett.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur eisini mælt til, at fólk, sum hava havt covid-19 bíða við at verða koppsett til ein mánað eftir, at tey eru staðfest frísk. Hetta kann gerast trupult, tá seinna koppsetingin eisini skal gevast innan fyri seks vikur, ásannar Jens Lundgren.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2021

30 Leygardagur 09. Jan 2021

Pfizer stuðlar Thetis við nýggjari kanning av føroyskum børnum

Tað snýr seg um koppseting av børnum í aldrinum 0 til 7 ár. Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur játtað 700.000 krónur til føroysku fyritøkuna. Kanningin fer í gongd í komandi mánaða, og eftir ætlan vera 1000 børn við í kanningini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur játtað 700.000 krónur til eina nýggja kanning av koppsetanini av føroyskum børnum. Kanningarstovan Thetis stendur fyri kanningini, sum byggir á arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen, phD og øðrum frá 2018.

Granskingarverkætlanin hevur til endamáls at kanna um børn í aldrinum 0 til 7 ár, sum ganga á føroyskum dagstovnum, eru fongd av streptokokkus pneumoniae. Føroysk børn eru koppsett móti streptokokkus pneumoniae í 12 ár, men kanningin hjá Phd kanningini hjá Maritu Debess Magnussen frá 2018 bendir á, at koppsetingin ikki tekur við tí einu serotypuni av teimum 13. Koppsetingin verjir móti lungnabruna, oyrastingum, meningitis og øðrum sjúkum.

Nýggja granskingarverkætlanin skal finna út av um koppsetingin, sum verður latin børnum í 3, 5 og 12 mánaðar aldri er nóg virkin. Serliga verður hugt at um neyðugt er at broyta koppsetingina til fleiri serotypur enn tær 13, sum eru í koppsetingini í dag. Ein serotypa er ein variatión av teimum bakterium, sum hava sjúku við sær.

Í øðrum lagi verður kannað, um vit í Føroyum hava færri tilburðir av invasive pneumoniae aftaná koppseting í 12 ár og hvørjar serotypur eru atvoldin til invasive pneumoniae. Invasive merkir tá bakteriur koma í blóðið og onnur støð í kroppinum.

Marita Debess Magnussen verður vegleiðari hjá einum post.doc lesandi, sum verður sett/ur at loysa uppgávuna. Søkt verður eisini um stuðul frá Granskingarráðnum, umframt at Thetis eisini fíggjar ein part av uppgávuni.

Frambrot fyri Thetis
Fyri Thetis hevur avtalan við Pfizer og nýggja granskingarverkætlanin við sær, at Thetis leggur afturat sínum granskingarførleikum. Saman við viðurkendum granskarum í Íslandi, á Landspitalinum í Reykjavík og á Háskola Islands, hevur Thetis eina aktiva gransking í Føroyum og til gagns fyri føroyingar.

Pfizer framleiðir vaksinuna fyri streptokokkus pneumoniae, og fyri Thetis er tað ein álitisváttan at kunna samstarva við framleiðaran um at betra um eina so týðandi vaksinu fyri føroysk børn.

Granskingarverkætlanin fer eftir ætlan í gongd í februar 2021. Kannað verður eisini í 2022 og 2023 - í mars mánaði. Eftir ætlan taka 1000 børn lut í kanningini.

Úrslitið verður tøkt í 2023 móti ársenda.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

31 Leygardagur 09. Jan 2021

Nema samstarvar nú við Stokholm um innbúgv

Felagið Byggitilfar og Nema hava stovnað nýtt partafelag - Pf. Stokholm - ið framyvir fer at umboða allar teir kendu góðskuveitararnar, ið Nema og Stockholm umboða í dag

Gudny Langgaard, stjóri í Nema og Balli Mohr, stjóri í Byggitilfar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nema, sum í nógv ár hevur verið veitari av skrivstovuinnbúgvi til stórar og smáar verkætlanir, fer nú at samstarva við við felagið Byggitilfar, ið rekur handilin Stokholm á Hoydalsvegnum í Havn.

Byggitilfar og Nema hava stovnað nýtt partafelag - Pf. Stokholm - ið framyvir fer at umboða allar teir kendu góðskuveitararnar, ið Nema og Stokholm umboða í dag. Felagið fer at taka sær av allari sølu og tænastu til viðskiftafólk hjá Nema og Stokholm av innbúgvi.

Savnaða virksemið verður rikið undir navninum Pf. Stokholm.

Sostatt byrjar eitt nýtt og spennandi samstarv millum tveir sterkar veitarar innan innbúgv á føroyska marknaðinum, við tí endamáli at styrkja um tænastuna og vøruúrvalið.

Pf. Stokholm fer at húsast á Hoydalsvegi 8 í Tórshavn, í kendu handilshølunum hjá Gunnari Stokholm.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

32 Leygardagur 09. Jan 2021

Jógvan Isaksen selur best

Rit & Rák hevur gjørt ein topplista yvir best seldu bøkurnar í 2020

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað stendur væl til við bókasølu í Føroyum. Handilin Rit & Rák í Sølumiðstøðini í Havn hevur nú gjørt søluna fyri árið 2020 upp, og kann staðfesta, at sølan av bókum vaks heili tíggju prosent.

Listin yvir tíggju tær mest seldu bøkurnar í 2020 sær soleiðis út:

1. Paranoia - Jógvan Isaksen
2. Heimabakstur og Ítriv - Ranvá Knudsen
3. Skakandi tilburðir 15
4. Fjallanøvn í Føroyum - Eivind Weihe
5. 5 minuttir long ævintýr
6. Ein annar er gull - Sólrún Michelsen
7. Millum fjals og fjøru - Jógvan Arge
8. Sum rótskot - Marjun Syderbø Kjelnæs
9. Ein táttur er silvur - Sólrún Michelsen
10. Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar - Jóan Pauli Joensen 

Eisini er tað nevnivert at uppskriftabókin Góðaráð, eftir Jonhild Henriksen, sum upprunaliga kom út í 1997, aftur í ár gjørdist ein av best-seljandi bókunum. Góðaráð er nú komin út í seks útgávum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

33 Leygardagur 09. Jan 2021

Vindmyllur í Danmark framleiða orku sum ongantíð fyrr

Ongantíð áður hava danskar vindmyllur framleitt so nógva orku sum tær gjørdu í fjør

Neyvan nakra aðrastaðni í heiminum standa vindmyllur fyri so stórum parti av samlaðu streymnýtsluni sum í Danmark
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaða framleiðslan frá vindmyllum í Danmark var seinasta ár 16,27 terawatt-tímar. Hetta er ein hækking á eitt prosent í mun til árið fyri, og sostatt størsta framleiðslan nakrantíð.

Hetta vísir ein uppgerð frá Wind Denmark, sum er áhugafelagið hjá donsku vindorkuvinnuni.

Methøga framleiðslan hevði við sær, at tær donsku vindmyllurnar framleiddu orku til tað, sum svarar til 46,1 prosent av samlaðu streymnýtsluni í Danmark. 

- Tað eru góð tíðindi fyri grøna skiftið, at vit eru komin hartil, at vindorkan røkkur nýggjum hæddum í ársframleiðsluni, sigur Jan Hylleberg, fyrisitingarstjóri í Wind Denmark. 

Samlaða framleiðslan er danmarkarmet, og luturin, sum vindorkan stendur fyri á góð 46 prosent er nakað, sum einki annað land í heiminum er ført fyri at vísa á í síni elskipan.

Um ikki serligt eftirlit hevði verið við vindmyllunum, sum vóru noyddar at stongja part av árinum, so hevði parturin hjá vindorkuni verið oman fyri 51 prosent, vísa útrokningar. 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

34 Leygardagur 09. Jan 2021

Opec og Russland semjast: Oljuprísur hækkar

Oljuprísurin hækkaði mikudagin til góðar 54 dollarar eftir semju í Opec+

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir drúgvar fundir í Opec+ londunum var seint mikunáttina gjørd semja um at varðveita verandi framleiðslustøði komandi tveir mánaðirnar. Tað ávirkaði alt fyri eitt oljuprísin, sum mikumorgun var góðar 54 dollarar fyri tunnuna.

Semjan kom óvart á fleiri greinarar, nú roknað varð við, at stórt trýst fór at vera frá ávísum londum at hækka framleiðsluna aftur við 500.000 tunnum komandi tveir mánaðirnar. Líknandi hækking varð eisini gjørd fyri januar. 

Tað var annars Saudi Arabia, sum beyð sær til at lækka framleiðsluna við 1 millión tunnum um dagin í februar og mars. Harvið kunnu bæði Russland og Kasakhstan økja sína framleiðslu við tilsamans 75.000 tunnum um dagin í hesum tíðarskeiðinum. Samstundis skulu øll hini Opec+londini varðveita sína framleiðslu á verandi støði.

Greinarar siga, at Russland gjørdist stóri vinnarin í hesi telvingini. Nú fer tíðin so at vísa, um Saudi Arabia megnar at standa við avgerðina um at lækka sína egnu framleiðslu við eini mió. tunnum um dagin í februar og mars.

Sum støðan er nú hava Opec+ londini minkað sínar framleiðslur við 7,2 milliónum tunnum um dagin. sum svarar til 7 prosent av heimsframleiðsluni, sambært Bloomberg. Tað var annars í mars mánaði í fjør, at oljuprísurin kavaði við 30 prosent, eftir at Saudi Arabia og Russland ikki kundu semjast um at minka um framleiðsluna. Eitt skifti var prísurin niðan fyri 20 dollarar. Nú nærkast hann 55 dollarum fyri tunnuna. 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

35 Leygardagur 09. Jan 2021

Gass úr Asia ger Evropa minni bundið av Russlandi

Í hesum døgum verður latið upp fyri nýggjari gassleiðing úr Asia til Evropa, sum verður ein kappingarneyti til gass úr Russlandi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um eina nýggja gassleiðing úr Aserbajan, sum skal veita gass til evropeiska marknaðin. Hon er 3.500 kilometrar long og er í trimum pørtum, og gongur gjøgnum sjey lond.

Gassið úr hesum asiatiska gassøkinum nærhendis søguliga oljubýin Baku, tvs. frá risastóru gasskelduni Shah Deniz 2 í Kaspiska havinum, skal kappast við gass úr Russlandi og harvið gera Evropa minni bundið at Russlandi.  

Í dag eru fleiri lond í Evropa sera bundin av innflutninginum av russiskum gassi úr Sibiria, og hava russar í fleiri førum brúkt gassið í sínum geopolitiska talvi við lond í Evropa, eitt nú Ukraina. Nýggja gassverkætlanin hevur eisini verið stuðlað av ES, nú hon nettupp er við til at minka um gassbindingina úr Russlandi.

Gassið úr Aserbajan fer at nøkta tørvin á gassi í m.a. Italia, Grikkalandi, Bulgaria og Turkalandi. 

Í dag hevur Russland eftirlit við 34 prosentum av øllum gassi á evropeiska marknaðinum og arbeiðir í løtuni við ætlanum at økja um útflutningin til Evropa eitt nú gjøgnum nýggju Nordstream 2 gassleiðingina. Kortini fer gass úr Asia at vera við til at loysa Evropa úr russiska haftinum, tó at Evropa framvegis fer at hava tørv á russiska gassinum, ikki minst nú farið verður burtur frá at brúka kol í orkuframleiðsluni - harvið tørvurin á gassi verður størri. Varandi orkukeldur so sum vindorka og sólorka fáa sohvørt størri týdning, men langt frá til at nøkta eftirspurningin. 

[object Object]

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

36 Leygardagur 09. Jan 2021

USA: Fýra fólk doyðu undir ófriði í Washington

Ein varð skotin og trý doyðu av heilsuávum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fýra fólk tilsamans doyðu undir ófriðinum uttan fyri amerikansku kongressina mikudagin. Tað upplýsir løgregluovastin í Washington D.C. sambært Bloomberg News.

Ein kvinna doyði av skotsárum, tá mótmælisfólk royndu at treingja seg inn í kongressbygningin í Washington. Kvinnan, sum verður søgd at vera svorin Trump-viðhaldsfólk doyði eftir at hon varð flutt á sjúkrahús.

Harumframt mistu trý fólk lív undir sjálvum mótmælunum. Orsøkirnar til hesi deyðsføllini verða søgd at vera trupulleikar við heilsuni. 

Mikudagin skuldi amerikanska kongressin annars, undir leiðslu av Mike Pence varaforseta, formelt góðkenna valið av demokratinum Joe Biden til nýggjan forseta.

Men tinghandlingin mátti útsetast tá mótmælisfólkini brutu inn í sjálvan tjóðartingsbygningin. Varforsetin varð fluttur burtur í trygd, meðan løgreglufólk vórðu kallað til fyri at skapa frið framman fyri tingbygninginum.

[object Object]

Fýlst var at Donald Trump forseta, tí tað var hann, sum á einum fundi fyrr um dagin eggjaði mótmælisfólkini at fara oman Pennsylwania Avenue og yvir til Capitol Hill fyri at mótmæla tað hann kallaði "stuldurin av greiða valsigrinum".

Frá fleiri síðum varð heitt á Donald Trump um at taka orðið og fáa mótmælisfólkini at sissa seg, men ikki fyrr enn komandi forsetin, Joe Biden, hevði hildið sína røðu, sendi Trump út ein film á sosialu miðlarnar har hann heitti á fólk um at sissa seg og gera eftir boðunum hjá løgregluni.

Men í sama andadrátti helt hann fast um sínar pástandir um, at hann vann ein greiðan sigur á forsetavalinum í november, og hann rósti eisini mótmælisfólkunum fyri teirra dirvi.

Tá friður aftur var í Washington, varð kongressin kallað saman aftur fyri at gjøgnumføra formellu uppteljingina av valinum og góðkenningina av Joe Biden og Kamala Harris sum forseti og varaforseti frá 20. januar at rokna.

Óttast var fyri at Trump ikki fór at fara frá sum forseti við góðum, og at hann kundi fara at seta tiltøk í verk, sum fór at skapa ófrið. Men dagin eftir uppreistrarhendingarnar í Washington gav Trump lyfti um, at hann fór at tryggja einum friðarligum forsetaskifti.

[object Object]
Mótmælisfólkini trongdu seg heilt inn á skrivstovuna hjá Nancy Pelosi, forkvinnu í umboðsmannatinginum

[object Object]
Trump verður skuldsettur fyri at eggja til harðskap

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

37 Leygardagur 09. Jan 2021

Kendur QAnon-leiðari gekk á odda

Umstrídda samansvørjingarrørslan var sjónlig undir ófriðinum á Capitol Hill mikudagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein kendur leiðarir frá umstríddu mótmælisrørsluni QAnon hevði ein sjónligan leiklut, tá amerikanska kongressin mikudagin varð hersett av viðhaldsfólki hjá Donald Trump.

Tað skrivar miðilin Business Insider.

Talan er um 32 ára gamla Jake Angeli, eisini kendur sum "Q Shaman".

Undir ófriðinum sást hann fleiri ferð ganga runt í kongressini við eini megafon, meðan myndir vórðu tiknar av honum. Hann sást eisini peika og siga mótmælisfólkum hvat tey skuldu gera.

Angeli, ið er kendur fyri at bera reyða, hvíta og bláa andlitsmáling og hjálm við hornum, er vorðin ein kend persónligheit í samansvørjingarrørsluni.

Sambært miðlinum The Arizona Republic hevur hann javnan verið at sæð í sambandi við høgravend mótmæli í Arizona.

Business Insider skrivar eisini, at "Q Shaman" er ein av fleiri figurum í QAnon, ið hugkveikja og ávirka limirnar í rørsluni.

Síggja Trump sum frelsaran
QAnon er eitt samansvørjingarástøði, sum hevur fingið lív saman við koronafarsóttini.

Limirnir í rørsluni síggja Donald Trump, forseta, sum eitt slag av frelsara, ið skal bjarga USA.

Men sambært rørsluni, er eitt heimsumfatandi úrvalslið av pedofilum, sum arbeiðir ímóti hesum. Úrvalsliðið stendur fyri handli við menniskjum, og hevur ætlanir um at koyra forsetan frá.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur lýst QAnon sum ein møgulig innlendis yvirgangshóttan.

Sambært Business Insider, hevur Donald Trump, síðan hann tapti forsetavalið móti Joe Biden, fingið fleiri av sínum søgum um valsvik beinleiðis frá hesi samansvørjingarrørsluni.

Miðilin skrivar eisini, at fleiri limir í QAnon skrivaðu á sosialu miðlunum mikudagin, at dagurin var ein stórur dagur og kallaðu hann byrjanin til borgarakríggið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021

38 Leygardagur 09. Jan 2021

Skriðulopið í Gjerdum: Hava mist vónina um at finna fólk á lívi

- Seinastu vikuna hava vit gjørt alt fyri at bjarga mannalívum, men vit síggja, at tey sum vit hava funnið eru deyð skjótt, sigur politovastin Ida Melbo Øystese. Trý fólk eru framvegis saknað

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

30. desember gjørdist ein lagnudagur hjá í norska býnum Ask í Gjerdum kommunu, nakað norðanfyri Oslo. 

Mánamorgunin var støðan tann, at sjey lík vóru funnin, og tað er hon framvegis. 

- Seinastu vikuna hava vit gjørt alt fyri at bjarga lívum. Vit hava kannað øll øki, ið ein kundi hugsa sær, at har kundi onkur verið á lívi. Vit síggja eisini, at tey sum eru deyð, er deyð skjótt eftir hendingina. Hóast vit hava givið upp, í mun til at finna fólk á lívi, so er leitingin ikki av. Nú fara vit í eina aðru fasu, ið snýr seg um at finna øll, ið hvurvu

Hetta segði politovastin Øst politøkinum, Ida Melbo Øystese, á einum tíðindafundi týsdagin. Hon vísti samkenslu fyri teimum, ið sita eftir, og staðfesti at lagnan var tung.

[object Object]

Fridtjof Heyerdahl, læknaligur leiðari fyri bjargingararbeiðnum, segði eisini sambært NRK, at hetta var ein avgerð, ið var torfør at taka á einum kensluligum støði - hóast fyritreytirnar bara ikki eru til staðar, so var tað tungt at hugsa um tær tíggju lagnurnar, segði hann

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur á Twitter víst sína samkenslu: 

- Det er med stor sorg vi nå mottar beskjeden om at det ikke lenger er håp om å finne overlevende etter skredet i Gjerdrum. Mine tanker går til de som har mistet sine kjære. Jeg vil takke redningsmannskapene som har gjort alt de kan for å redde liv.

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

39
Leygardagur 09. Jan 2021

Bretar hava sent verjuskip til Rokkin

Forða írskum fiskiskipum at royna innan fyri 12 fjórðingar úr Rockall

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggjársdag sendi bretska sjóverjan skotska verjuskipið Jura vestur í hav at ansa eftir, at skip úr ES-londum og øðrum londum ikki fiska innan fyri 12 fjórðingar úr Rockall. Hetta var fyrsta beinleiðis avleiðingin av Brexit, sum kom í gildi á nýggjárinum, skrivar BBC og írska kringvarpið RTÉ.

Fyrsta skipið, ið fekk boðini um at halda seg burtur, var írski trolarin The Northern Celt úr Greencastle, ein fiskivinnubýur norðast í Írlandi, ikki so langt frá norðurírska markinum til Donegal landslutin.

Bretskir hermenn fóru mánadagin umborð á The Northern Celt og vístu skiparanum á, at írski trolarin ikki hevði loyvi at fiska nærri enn 12 fjórðingar frá klettinum, sum liggur 260 fjórðingar vestur úr Hebridunum.

[object Object]The Northern Celt fiskar nú beint uttan fyri 12 fjórðinga markið (Mynd: fishfacts.com)

Skiparin, Adrian McClenaghan hevur síðan boðað írsku uttanríkismyndugleikunum frá hendingini.

McClenaghan undrast yvir støðuna og greiðir frá, at hetta kemur illa við, tí veiðan í júst hesum økinum vanliga telur umleið 30 prosent av árligu veiðuni hjá skipinum.

Ósemja hevur í nógv ár verið um rættindini til sjóøkið kring Rockall - Rokkin ella klettin, sum føroyskir fiskimenn hava kallað hann. Bretland sigur seg hava rættindini, men hesum eru Írland, Ísland og Danmark vegna Føroyar ikki samd í.

Í 2019 var líknandi ósemja á leiðunum kring Rokkin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

40 Leygardagur 09. Jan 2021

Lars Løkke farin úr Vinstra

Tað var ikki nøkur løtt avgerð, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin og floksformaðurin, sum ætlar sær at vera verandi í fólkatinginum sum uttanflokkamaður

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri og floksformaður í danska vinstraflokkinum, er farin úr flokkinum, sum hann hevur verið limur í seinastu 40 árini.

Hesum boðaði hann frá á Facebook beint eftir nýggjár.

Tað hevur ikki verið nøkur løtt avgerð, sigur hann, men seinastu dagarnar er hann vorðin sannførdur um, at avgerðin var tann rætta.

Her verður m.a. sipað til málið um Inger Støjberg, sum herfyri, eftir bert eitt ár sum næstforkvinna í flokkinum, fór frá.

Í september í fjør gav Lars Løkke út eina sjálvsævisøgu við heitinum "Om de fleste og det meste", og í eftirmælinum í bókini, sum hann skrivaði í summar, skrivaði hann, at hann skjótt fór at taka avgerðir um sína politisku framtíð.

Tá hann seinni varð spurdur, um hann ætlaði at stovna ein nýggjan politiskan flokk, segði hann, at tað ikki var ætlanin, tí hann helt Danmark hava nóg mikið av flokkum.

Sum nú er, verður Lars Løkke uttanflokkatingmaður, tí hóast hann er farin úr sínum flokki, ætlar hann sær ikki at fara frá sum fólkatingsmaður, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

41 Leygardagur 09. Jan 2021

New York City: Talið á skottilburðum tvífaldaðist í 2020

Í 2020 øktist talið á skottilburðum í amerikanska býnum við 97 prosent í mun til árið fyri – Hinvegin er samlaða talið á brotsverkum minkað eitt vet

New York City (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2020 øktist talið á skottilburðum í amerikanska milliónabýnum New York City við 97 prosentum í mun til árið fyri. Samstundis er talið á drápsmálum økt við 45 prosentum, vísir uppgerð frá NYPD (New York Police Department), sum varð almannakunngjørd á nýggjárinum.

Frá miðskeiðis í mai til miðskeiðis í september í fjør hevði løgreglan skrásett fleiri skottilburðir í býnum enn í 2019. Talan er um 1.868 persónar tilsamans, sum vórðu raktir av skotum.

Nú ár 2020 er farið, kann NYPD staðfesta, at býurin hevur havt tilsamans 1.531 skottilburðir seinasta árið – 754 fleiri enn í 2019.

Í 2020 kannaði løgreglan eisini 462 drápsmál, sum er 143 fleiri enn í 2019. So nógvur harðskapur hevur ikki verið í býnum síðan 2006, tá 1.565 skottilburðir vórður skrásettir.

Hinvegin var talið á neyðtøkum, ránum og álopum lægri í 2020, og samlaða talið á brotsverkum var 0,9 prosent lægri í mun til árið fyri.

27. desember høvdy tey skrásett 94.314 brotsverk í býnum – 845 færri enn í 2019, skrivar Ritzau.

Sambært umboð fyri NYPD kann økta talið á skottilburðum og drápsmálum m.a. vera orsakað av eini kausjónsnýskipan, sum kom í gildi fyrst í árinum, og tí vórðu alt ov nógv fólk leyslatin uttan leyslatingargjald.

Tá covid-19 byrjaði at gera um seg, vórðu fleiri fangar eisini leyslatnir í eini roynd at sleppa undan stórum smittuútbrotum í fongslunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

42 Leygardagur 09. Jan 2021

Alibaba-stovnarin Jack Ma vísir seg ikki

Kinesiski vinnulívsmaðurin hevur ikki verið at sæð síðan oktober

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kinesarin Jack Ma – stovnarin av nethandlinum Alibaba og ein av ríkastu monnunum í Kina – hevur ikki verið at sæð seinastu tveir mánaðirnar.

Jack Ma er eftir øllum at døma horvin. Hetta hevur elvt til nógvar spekulasjónir um, hvat mann vera hent honum. Jack Ma skuldi havt luttikið í eini sjónvarpssending herfyri, men møtti aldrin upp.

The Financial Times skrivaði síðsta fríggjadag, at Ma skuldi havt luttikið sum dómari í seinasta umfari í eini afrikanskari sjónvarpssending um íverkseting. Men tey máttu finna ein annan dómara í hansara stað.

Ma hevur ikki víst seg alment síðan í oktober, tá hann var við á eini ráðstevnu í Shanghai. Her fanst hann at strongu kinesisku lóggávuni fyri vinnufyritøkur. Hetta fall ikki í góða jørð í kinesiska embætisveldinum.

Ma mælti til at broyta gamla slagið av bankum og avoldaðu tankagongdina. Stutt eftir støðgaðu kappingarmyndugleikarnir í Kina eini ætlaðari børsskráseting til 37 milliardir dollarar hjá fíggingarfelagnum Ant Groum hjá Jack Ma.

Jack Ma, sum upprunaliga var lærari í enskum, varð í 2016 kosin ríkasti maður í Asia. Í 1999 stovnaði hann Alibaba saman við 18 øðrum. Felag hansara kom á gjaldsskálan í New York í 2014. Tað var tá heimsins størsta børsskráseting.

Kinesiskir miðlar skriva ikki um Ma og hansara fráveru, og hann verður heldur ikki nevndur á sosialu miðlunum, sum verða sensureraðir av kinesisku myndugleikunum. Men á Twitter, sum er blokkerað í Kina, verður nógv spekulerað um hvat er hent við Ma.

Í Kina er Jack Ma vinnulívsmaður á sama støði sum amerikanararnir Jeff Bezos og Bill Gates, stovnararnir av ávikavist Amazon og Microsoft. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

43 Leygardagur 09. Jan 2021

Hondbóltslandsdysturin avlýstur vegna korona

Báðir undankappingardystirnir móti Kekkia vórðu avlýstir. Átta av leikarunum, sum komu til Føroya, vóru smittaðir

Kjartan Johansen og hinir á føroyska hondbóltslandsliðnum sluppu ikki at spæla - korona leggði enn einaferð meinbogar í vegin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin bórust tíðindini um, at høvuðvenjarin og hjálparvenjarin hjá Kekkia høvdu fingið koronu. Teir fingu staðfest smittuna 2. januar. Teir høvdu ikki verið í samband við hópin, sum tí varð sendur til Føroya at spæla undankappingardyst.

Men við komu til Føroya vísti tað seg, at koronasmittan kortini hevur breitt seg í hópinum. Átta av teimum 22 persónunum, sum komu til Vágar í leiguflogfari týsdagin fingu staðfest smittu, tá teir vórðu kannaðir við komu.

- Strongu mannagongdirnar vórðu fylgdar, síðani kekkar komu til landið við egnum flogfari. Tað merkti, at ferðalagið helt seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum áðrenn leiðin varð løgd heimaftur seinnapartin mikudagin við flogfarinum, sum bíðaði.

Dysturin, ið skuldi spælast á Hálsi mikukvøldið varð sostatt avlýstur. Ætlanin var, at føroyska landsliðið longu hósdagin skuldi fara til Kekkia at spæla hin dystin, men tann dysturin varð eisini avlýstur.

Í løtuni er ógreitt nær dystirnir nú verða spældir.

Kekkiska landsliðið skal, eftir ætlan vera við í HM-kappingini, sum byrjar í Egyptalandi í komandi viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2021

44 Leygardagur 09. Jan 2021

Jasper Van Der Heyden til KÍ

Belgiski miðvallarin sum kemur úr AB hevur gjørt eitt árs sáttmála við klaksvíkingar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

25 ára gamli Jasper Van Der Heyden, hevur skrivað eitt árs sáttmála við KÍ, boðar felagið frá fyri viku síðani.

Jasper kom tí Føroyar í farna kappingarári, og var eitt av ljóspunktunum hjá AB.

Jasper er ein álopsinnaður miðvallari, men roynist eisini væl úti á veinginum. Fyri AB spældi hann 26 dystir og skoraði trý mál.

Jasper Van Der Heyden er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur spælt fótbólt alt sítt lív.

Hann royndi seg í Íslandi, har hann møtti føroysku unnustu sínari, og gjørdi av at flyta til Føroyar, skrivar KÍ á heimasíðu sínari.

[object Object]Jasper Van Der Heyden og Tummas Lervig (Mynd: Ki.fo)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2021

45 Leygardagur 09. Jan 2021

Heðin Klakstein er nú EB/Streymari

28-ára gamli klaksvíkingurin er annar leikarin, ið hevur skift úr Skála í vetur. Hann nærkast 200 dystum í Betrideildini

Heðin Klakstein spældi trý kappingarár á Skála (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur boðaði farna vikuskifti frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Heðin Klakstein fyri komandi kappingarár. 

28 ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt við Skála seinastu trý árini. Frammanundan tí hevði Heðin spælt við besta liðnum hjá KÍ í trý ár. Har fekk miðvallarin sínar fyrstu dystir í 2012. í 2015 skoraði hann ellivu mál, og varð kosin ársins leikari hjá KÍ, og í 2016 vann Heðin Klakstein steypakappingina við barndómsfelagnum.

Tekniskt sterki og kviki vongurin hevur drúgvar royndir í fremstu røð. Hann hevur spælt 191 dystir í Betrideildini og 16 í steypakappingini. Samanlagt er tað vorðið til 27 mál.

Heðin verður sostatt aftur komandi ár liðfelagið við Ronni Møller-Iversen. Danin, sum seinastu tvey árini hevur spælt á Skála, varð undan jólum kunngjørdur sum EB/Steymari.  

[object Object]
Heðin Klakstein saman við formanni EB/Streyms, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)
 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

46 Leygardagur 09. Jan 2021

Tór-Ingar tekur enn eitt ár

2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari í felagnum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

39-ára gamli sandavágsmaðurin Tór-Ingar Akselsen er ein leikandi legenda í 07 Vestur, og í nýggja leiklutinum sum leikandi hjálparvenjari fær hann veruliga víst sítt virði sum stuðul hjá ungu leikarunum bæði á og uttanfyri vøllin. 

212 dystir og 71 mál fyri 07 Vestur, og í alt 481 dystir og 142 mál í vaksnamannafótbólti, íroknað evropeiskar dystir, er ikki at kimsa at, sigur felagið í tíðindaskrivi.

[object Object]

Eftir ætlan fer Tór-Ingar Akselsen eisini undir A-venjaraútbúgving í ár, ein útbúgving sum tekur 1½-2 ár.

– Tór-Ingar hevur ovurstóran týðning fyri okkum sum felag, bæði ungdóm, leikarar, fjepparar og onnur, og vit gleðast um, at hann heldur fram sum aktivur leikari og sum venjari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2021

47 Leygardagur 09. Jan 2021

Meinhard heldur ikki fram í GAIS

Landsliðsleikarin var fastur maður, og spældi 15 dystir fyri felagið í næstbestu svensku deildini. Tó er hetta fyri tað besta, sigur hann við Portalin - nú leitar skjóti vongurin eftir nýggjum felagi uttanlands

Meinhard Egilsson Olsen spældi seks landsdystir í heyst (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í august, dagin eftir 2-1 sigurin hjá B36 á Gibraltar í Europa League, gjørdist tað greitt, at Meinhard Egilsson Olsen skuldi til svenskan fótbólt. GAIS í Göteborg stríddist tá fyri lívinum í næstbestu svensku deildini, Superettan. 

Meinhard byrjaði á bonkinum í allarfyrsta dystinum - júst tvey samdøgur eftir dystin í nógva hitanum á Gibraltar. Hóast hetta, og hóast tveir flogtúrar hesi samdøgrini, kom 23-ára gamli føroyingurin inn, og síðani byrjaði Meinhard Olsen inni fyri GAIS í teimum 14 dystunum fram til kappingarenda, har hann var tøkur.

Í 15 dystum fyri liðið, ið endaði nummar 10 út av 16 í Superrettan, skoraði føroyski vongurin eitt mál.

Meinhard Egilsson Olsen fekk eisini eitt slag av gjøgnumbroti á A-landsliðnum. Hann byrjaði inni í allarfyrsta dystinum undir Håkani Ericson og byrjaði í heyst inni í fýra øðrum dystum og spældi í samanlagt seks av teimum átta hjá Føroyum. Í heimadystinum móti Andorra legði Meinhard upp til fyrra málið hjá Klæminti Olsen. Samanlagt hevur hann nú spælt átta A-landsdystir.

Sáttmálin hjá Meinhardi við GAIS var galdandi fyri restina av 2020. Nú, júst ein mánaða eftir seinasta dyst í Superettan, er greitt, at samstarvið ikki heldur fram. Meinhard Olsen takkar á Instagram GAIS fyri tíðina. Føroyingurin hevur annars fingið nakað heilt sentralt í Goteborg: Fasta spælitíð. 

- Hetta hevur ligið i kortunum, tá tað vísti seg at draga út viðvíkjandi tí at leingja samstarvið. Hetta er tó fyri tað betra og tí eri eg við gott mót.

Soleiðis greiðir landsliðsleikarin frá í viðmerkjing til Portalin.

Meinhard Olsen sigur eisini, at hann ikki vil ikki seta navn á, hvar hann nú fer, ella nær tað væntast, at tað kemur uppá pláss. Hann sær tó fast, at hann heldur fram uttan fyri landoddarnar.

[object Object]
Meinhard í dystinum móti Andorra á Tórsvølli. Føroyar vunnu 2-0, og nummar 18 legði upp til fyrra málið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2021

48 Leygardagur 09. Jan 2021

HB missir Berthel

Jens Berthel Askou hevur tikið av øðrum venjarastarvi í donsku superliguni

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høvuðsvenjarin hjá HB seinasta árið, danin Jens Berthel Askou, fer komandi kappingarár ikki at standa á odda fyri greipuvinnarunum.

Jens Berthel Askou hevur fingið annað starv. Tað boðaði HB frá á heimasíðu síni mánadagin. Seinni kom fram, at hann hevur tikið av einum tilboði at gerast venjari hjá superligafelagnum AC Horsens, har føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson, er liðskipari.

- Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði, Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni, skrivar HB á heimasíðuni.

Enn er nýggjur venjari ikki settur. Arbeiðið er ígongd, og áhugin - eisini uttanlands - er stórur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

49 Leygardagur 09. Jan 2021

Hans Jørgen Djurhuus sagt seg úr starvi

Annar av høvuðsvenjarunum hjá ÍF seinastu tvey árini gevst. Ólavur Larsen heldur fram, boðar ÍF frá

Hans Jørgen Djurhuus (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hans Jørgen Djurhuus, annar av høvuðsvenjarunum hjá ÍF seinastu tvey árini gevst. Hesum boðaði hann felagnum frá í vikuni.

Sambært felagnum er orsøkin, at uppgávurnar í dagliga starvinum hjá honum fylla ov nógv í mun til at røkja eitt venjarastarv í Betri deildini.

- Ólavur Larsen kemur at halda fram sum venjari, og vit arbeiða víðari við at manna restina av toyminum, sigur ÍF.

Fuglfirðingar fingu í fjør 26 stig og endaðu á sætta plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

50 Leygardagur 09. Jan 2021

Úrvalsítróttin fær slakar 2 milliónir krónur í 2021

Nevndin í Úrvali hevur játtað 18 umsóknum tilsamans 1,87 milliónir krónur í stuðli til úrvalsítróttin í 2021. Korona hevur við sær, at eingin almenn handan verður í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 18 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Hægsta einstaka upphæddin er 400.000 krónur, og lægstu upphæddirnar eru 30.000 krónur.

Svimjingin fær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinum til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondo fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónur til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum – 100.000 krónur til hvørt liðið – og frælsi ítrótturin fær tilsamans 110.000 krónur. Samanlagt er talan um beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið/bólkar.

Orsakað av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta heilsan.

– Lívið í frástøðu hevur í stóran mun stolið frælsið frá okkum øllum í næstan eitt ár, og hetta hevur eisini rakt ítróttin hart. Men tað er íbygt í okkum menniskju, at vit altíð leita eftir vónini.

Tað ber boð um eina sterka vón, at vit við úrvalsstuðlinum kunnu staðfesta, at úrvalsítrótturin í Føroyum ikki er viknaður farna árið. Støðið er tvørturímóti hækkandi.

Mín vón er, at vit næstu ferð, úrvalsstuðulin skal handast, kunnu hava eina almenna handan, og at vit tá aftur uttan avmarkingar kunnu fylkjast um virðismikla ítróttin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttamálum.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farna árið hevur verið trupult, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

24 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2021, og søkt var um tilsamans fimm milliónir krónur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2021

51 Leygardagur 09. Jan 2021

Landsliðsleikari gevst at spæla - nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ

Elisabet Vang verður nýggjur fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ

Elisabet Vang skorar her móti KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Framyvir verður 22 ára gamli landsliðsleikarin Elisabet Vang at síggja í umhvørvinum við Djúpumýrar í Klaksvík, og við KÍ-búmerkinum á bringuni.

Tað skal kortini ikki skiljast soleiðis, at KÍ-kvinnurnar hava fingið ein nýggjan leikara úr B36, men at besta mansliðið hjá KÍ hevur fingið nýggjan fysiskan venjara.

Gudmundur Danielsen, sum seinastu fýra árini hevur verið fysiskur venjari hjá KÍ, hevur ynskt at taka ein steðg, og í hansara stað kemur unga havnarkvinnan, sum seinastu árini hevur spælt við besta kvinnuliðnum hjá B36 og verið á landsliðnum.

Hon starvast til dagligt sum persónligur venjari, og hevur í vetur havt nakrar uppgávur fyri KÍ. Hetta hevur eydnast so mikið væl, at KÍ hevur gjørt av at seta Elisabet Vang í starv. Talan er um fulltíðarstarv, og tí gevst hon - í øllum førum fyribils - við fótbóltinum.

[object Object]Elisabet Vang og Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Ki.fo)

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2021

52 Leygardagur 09. Jan 2021

Sheffield United vánaligasta liðið í bestu ensku deildini í 118 ár

Liðið hjá Chris Wilder tapti annan nýggjársdag sín dyst nummar 15 av 17 í kappingarárinum - 2-0 á útivølli móti Crystal Palace. Í 2012 vann QPR ikki sekstan teir fyrstu dystirnar. Sheffield hevur framvegis ikki vunnið

Tað er sera lítið at fegnast um, um ein er Sheffield-leikari (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit skulu heilt aftur til kappingarárárið 1902-1903 fyri at finna seinasta liðið, sum ikki megnaði at vinna í teimum fyrstu 17 umførunum í fremstu ensku fótbóltsdeildini. Tað var Bolton Wanderers. Nógv er broytt síðani tá, men fleiri lið hava staðið seg heilt illa í "First Division/Premier League".

Í september 2007 skoraði Kenny Miller einsamalla málið á Pride Park, tá Derby vann á Newcastle - tað var fyrsti sigur í kappingarárinum hjá uppflytaranum. Teir seinastu 32 dystirnar í kappingarárinum fór Derby av vøllinum uttan at vinna, og samanlagda stigatalið varð bara 11 stig, ið er tað lægsta í Premier League nakrantíð.

Í 2012 spældi Queens Park Rangers 16 teir fyrstu dystirnar uttan at vinna. Í seytjandu royndini, beint fyri jól, eydnaðist tað hjá liðnum hjá Harry Redknapp at fáa trý stig til høldar í einum og sama dysti.

Ongantíð áður er 2. jóladagur farin framvið, áðrenn eitt lið hevur roynt at vunnið í fremstu deildini.

Sheffield United er í einari heilt serliga støðu í ár. Liðið, sum tók øll á bóli fyrsta partin av kappingini í fjør og endaði á 9. plássi, hevur nú spælt 17 dystir í Premier League 2020/2021 og tapt 15 teirra. Hinir báðir eru endaðir við javnleiki, og tískil hevur Sheffield bert tvey stig.

2. januar tapti eitt tannleyst Sheffield United-lið 2-0 í London fyri Crystal Palace. Nú eru tólv stig upp til bjargingina hjá Sheffield, so nógv skal henda. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2021

53 Leygardagur 09. Jan 2021

Hvar fór Morskranes?

Borgarar í vesturbygdunum í Sjóvar kommunu undra seg yvir skeltingina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vestantil í Sjóvar kommunu eru tríggjar bygdir, Kolbeinargjógv, Morskranes og Selatrað. Og vegurin, sum gongur frá Strondum og norðureftir á vestursíðuni av Eysturoynni, eitur Selatraðarvegur.

Á Selartraðarvegi 450 til 496 eru 12 hús. Bygdin verður kallað Morskranes.

Men hetta sýnist ikki á vegaskeltinum, sum vísir vegin til Selatraðar. Tá komið er upp úr Eysturoyartunnlinum, verður einans víst til Kolbeinargjógv og Selatraðar.

Fólk hava spurt seg fyri hjá Sjóvar kommunu hvar Morskranes bleiv av, og hava fingið at vita, at tað er stovnurin Landsverk, sum er myndugleikin, tá um skelting umræður.

Nú hevur Landsverk fingið spurningin.

Sambært nýggjastu uppteljingini hjá Hagstovuni, eru 33 fólk skrásett at búgva í Kolbeinargjógv, 28 í Morskranesi og 45 á Selatrað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2021