Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. Jan 2021 | Nr. 3 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Og listamálarin er... Christian Aigens

Ole Wich hevur funnið frámerkið á málninginum, sum varð seldur á lauritz.com í vikuni - motivið er av Velbastað yvir á Hest

SíÐa 2

1 Leygardagur 16. Jan 2021

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

Ongin hevur rætt til at smitta sínar felagar

Hóast tú ert fólkavaldur, so hevur tú ikki rætt til at smitta tínar felagar í fólkavalda tinginum.

Sjálvandi hevur løgfrøðingurin og ein av upphavsmonnunum til stýrisskipanarlógina, Bjørn á Heygum, rætt, tá hann sigur, at løgtingsformaðurin ikki hevur rætt til at sýta tinglimum atgongd til tingið, um tey ikki vilja lata seg kanna fyri koronavirus.

Hví evnið skuldi verða eitt innslag vert í útvarpstíðindunum í gjár, er í sær sjálvum eitt kjakevni, sum kundi verið áhugavert, men sum ikki verður tikið upp nú. Tí flestu okkara munnu vera samd um, at tað er rætt og rímiligt hjá løgtingsformanninum at krevja, at tingfólk lata seg kanna fyri virus áðrenn tey sessast í tingsalinum at fremja teirra fólkavalda kall.

Tingarbeiðið skal jú helst halda fram so ótarnað, sum møguligt – eisini hóast ein smitta hóttir. Og tá er formansskapurin noyddur at taka tey fyrivarni, sum eru neyðug. Halló – ein negativ kanning er sjálvandi minsta krav. Um onkur skuldi sett seg upp móti tí – og hví skuldi nakar tað? – so kundi tingarbeiðið ikki hildið fram.

Var kravið, at løgtingið skuldi koppsetast eftir kravi frá formansskapinum, so var málið eitt annað, og tá hevði verið meira viðkomandi at tosa um grundlógar- og stýrisskipanarlógartryggjaðan rætt hjá teim fólkavaldu. Tí politiska skipanin hevur givið borgarunum lyfti um, at ongin skal tvingast til at verða koppsettur, og sjálvandi er tað eisini galdandi fyri tingfólk.

Men viðgangast skal, at hópin lættari hevði tað verið, um bara øll gjørdu tað, koppsettu seg.

Tí tað liggja mál og bíða eftir viðgerð, og hóast vit bert eru í fyrsta mánaði av árinum, so nærkast evstamark fyri at leggja fram uppskot, og vit vita, at tá hevur tingið úr at gera.

Og hóast vit eru nógv, sum stundum hava lyndi til at leiðast av politikarunum, teirra lótum og leggjan av fótonglum fyri hvør øðrum, so er lógarsmíð ein týdningarmikil uppgáva. Helst tann týdningarmesta av øllum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8873

    Lisnar síður: 36086

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 16. Jan 2021

Og listamálarin er... Christian Aigens

Ole Wich hevur funnið frámerkið á málninginum, sum varð seldur á lauritz.com í vikuni - motivið er av Velbastað yvir á Hest

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er danski listamálarin Anders Peter Christian Aigens, sum livdi frá 1870 til 1940, sum hevur málað málningin við føroyskum motivi, sum varð seldur á lauritz.com uppboðssøluni mánadagin fyri 6.400 evrur, svarandi til 47.680 krónur.

Sostatt er tað hvørki Flora Heilmann, Pauline Weishaupt ella Elisabeth Taylor, sum fleiri lesarar hjá Portalinum gittu, tá skrivað var um uppboðssøluna mánadagin.

Les: Hvar er hetta og hvør er hon? 

Tað er Ole Wich, grafikari og søgufrøðingur, sum avdúkar listafólkið handan málningin fyri Blaðnum Vikuskifti.

Ole Wich hevur vaksi um myndina, sum stóð á lauritz.com og hevur funnið frámerkið – signaturin – í málninginum.

- Niðast í høgra horni av málninginum sæst ferilin av einum gráum blýantsfrámerki. Við at strika eftir hesum merki sæsst týðuliga eftirnavnið “Aigens”, greiðir Ole Wich frá.

[object Object]

Kendur listamaður
Ole Wich greiðir víðari frá:

- Heta er eitt kent listafólkanavn. Málningurin er tí við stórum sannlíkindum málaður av Anders Peter Christian Aigens - Christian Aigens (1870-1940), sum hevur málað fleiri myndevni úr Føroyum, eftirsum hann var her í hálvtannað ár í 1906-1907.

- Í teimum katalogum, sum finnast frá hansara framsýningum sæst, at hann hevur sýnt fram fleiri føroysk myndevni. Chr. Aigens gekk á kunstakademinum í Keypmannahavn 1888-90 og fekk nógvan íblástur frá P.S. Krøyer og Lauritz Tuxen.

- Fyrst av øllum var hann portrett- og figurmálari, málaði oftani vanlig fólk, tó ikki sosialrealismu. Um tú googlar eftir myndunum hjá Chr. Aigens, so sæst, at seráhugi hansara var at mála kvinnur, men eisini børn, ið hyggja út gjøgnum vindeygu. Júst sum málningurin, ið varð seldur á lauritz.com henda dagin.

- Málningurin má sostatt vera málaður í tíðini 1906-07. Turriklæðið hjá kvinnuni stuðlar hesum. Tað hongur leyst. Tað var ikki fyrr enn seinni, at tað gjørdist vanligt at stappa turriklæðið undir brystið.

[object Object]
Ole Wich (Mynd: Finnur Justinussen)

Av Velbastað
Og so er tað spurningurin, hvaðani myndevnið er.

Lesararnir hjá Portalinum gittu ymisk støð, eitt nú av Depli yvir móti Viðoynni og frá Ljósá yvir móti Víkalandinum. Men flest hildu seg til, at tað má vera norðari endi í Hesti, sum sæst í baksýninum hinu megin fjørðin.

Ein teirra, ið skrivaði til okkara er royndi fjallagongumaðurin Pól Sundskarð, sum skrivar soleiðis:

- Ongin ivi um, at tað er av Velbastað við hægsta fjalli í Hesti, Múlin 420,48 m, í baksýninum.

Ein lesari á portal.fo er uppaftur meira nágreiniligur:

- Hatta er á Velbastað. Í køkinum úti í Trøðni. Við útsýni móti Hestoynni, skrivar Carl-Johan Lisberg Danielsen.

Ole Wich sigur soleiðis:

- Málningurin er helst málaður við livandi modelli og uppstillaðum matvørum og borðbúnaði. Bakgrundin kundi verið av Velbastað frá einum staði, har tað bæði sæst oman í fjørðuna og yvir á norðurendan av Hesti. 

Herundir nøkur dømi um málningar hjá Chr. Aigens av fólkum framman fyri glugga. Myndirnar eru av Facebook-bólkinum "Christian Aigens"

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

3
Leygardagur 16. Jan 2021

Aigens setti andlit á Nólsoyar Páll

Men myndin er ein gomul kona við skeggi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Helst eru tað ikki so nógvir føroyingar, sum kenna til danska listamannin Chr. Aigens, sum livdi frá 1870 gil 1940.

Men allir føroyingar kenna minst eina mynd, sum hann hevur teknað.

Tað er nevniliga Chr. Aigens, sum hevur gjørt av, hvussu føroyska tjóðarhetjan, Nólsoyar Páll, sær út.

Søgufrøðingurin Ole Wich greiðir soleiðis frá.

- Ein stuttlig søga um Chr. Aigens er, at tað er hann, sum hevur heiðurin av, at vit kenna andlitið á Nólsoyar Páll, til dømis, tá Hans Pauli Olsen skuldi gera skurmyndina av honum, sum til fyri stuttum stóð í Vágsbotni.

- Tá Dr. Jakob Jacobsen skuldi geva út sína bók “Poul Nolsøe: Lívssøga og irkingar”, 1912, bað hann Chr. Aigens um at myndprýða bókina. Hildið var, at andlitsfotomyndin av dóttir Nólsoyar Páll (Sigga Sofía, red.), sum eisini tá hekk í Kirkjubø, líktist Nólsoyar Pálli.

- Tí teknaði Chr. Aigens tað nú kenda andlitsbragdið til bókina hjá Jacobsen eftir fotomyndini. Síðan hava onnur listafólk fylgt við og avmyndað Nólsoyar Páll sum eina gamla konu við skeggi.

[object Object]
Ovast til vinstru fotomyndin av Siggu Sofíu. Til høgru tekningin hjá Chr. Aigens. Niðjast til vinstru myndin av Nólsoyar Pálli á gomlu fimmtikrónur-seðlunum. Niðjast til høgru standmyndin hjá Hans Paula Olsen

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

4 Leygardagur 16. Jan 2021

Málningurin fór fyri meira enn tíggju ferðir tað metta

Hamarin fall við 6.400 evrur – tað er 47.500 krónur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin skrivaði portal.fo grein um ein málning við føroyskum motivi, sum var settur til sølu á netuppboðssøluni lauritz.com

Les greinina her: Hvar er hetta og hvør er hon? 

Ongin upplýsing var um listafólk ella hvaðani myndevnið er, men ongin ivi er um, at talan er um eina mynd úr Føroyum.

Myndin varð mett til 600 evrur ella um 4.500 krónur.

Men áhugin gjørdist størri, enn lauritz.com hevði roknað við. Tá hamarin fall nakað fyri klokkan 21 mánakvøldið, var boðið komið upp á 6.400 evrur.

Tað vísti seg, at keyparin fyrst vísti áhuga fyri málninginum út á seinnapartin, tá boðið var komið upp á 1.500 evrur og við komandi hækkaði tað við 100 evrum.

Síðan kappbjóðaðust tvey áhuga um málningin allan vegin upp til 6.400 evrur. Tá boðið kom upp um 2.000 evrur, hækkaði tað við 150 hvørja ferð, og tá tað var komið upp á 5.000 evrur hækkaði tað við 200 hvøja ferð.

Ikki færri enn 84 ferðir varð bjóðað upp á málningin, við ókenda málaranum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

5

Størv

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024
6 Leygardagur 16. Jan 2021

Tíðarætlan fyri koppseting gjørd

Gongst sum ætlað, eru fólk í serligum vandabólkum og øll oman fyri 85 ár koppsett, tá mars mánaði er úti, umframt ein stórur partur av teimum ímillum 75 og 85 ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tíðarætlan er nú gjørd fyri koppsetingina næstu vikurnar. Gongst sum ætlað, eru fólk í serligum vandabólkum og øll oman fyri 85 ár koppsett, tá mars mánaði er úti, umframt ein stórur partur av teimum ímillum 75 og 85 ár. Landsstýrismaðurin fegnast um, at fólk nú vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar.

Týsdagin varð koppsetingarætlanin í sambandi við koronufarsóttuna víðka, so hon fevnir um enn fleiri persónar. Somuleiðis er ein tíðarætlan gjørd fyri koppsetingunum næstu tíðina.

Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og landsins elstu borgarar, tá mars mánaði er runnin.

Landsapotekarin tekur tó fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.

Heldur tann forsøgnin, eigur tað at merkja, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá. Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir. Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga meira av vaksinu til føroyingar, tí vit hava fingið heilar kassar hvørja ferð.

Í hesi vikuni er kommseting av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum farin fram, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini vórðu koppsett. Síðani legst so líðandi afturat við øðrum bólkum.

Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út:

• Vika 53–vika 2 (30. desember – 17. januar)
Starvsfólk í fremstu røð

• Vika 2 (11. – 17. januar)
Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði

• Vika 3 (18. – 24. januar) 
Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.

• Vika 4 (25. – 31. januar)
Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3).

• Vika 5 (1. -7. februar)
Perónar, ið hava fylt 85 ár

• Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
Endurkoppseting (annað prikið)

Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið.

Tey í serligum vandabólki og avvarðandi teirra fáa boð frá læknanum, sum tey eru knýtt at í sjúkrahúsinum. Røktarkrevjandi fólk fáa boð frá eldrasamstørvunum, og heimabúgvandi, sum hava fylt 85 ár fara eisini at fáa boð frá sjúkrahúsverkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, er fegin um, at greiður leistur nú er fyri koppsetingargongdini fram eftir.

Tað hevur serliga stóran týdning fyri fólk, sum eru eldri og heilsuveik, at tey nú vita, hvat tey kunnu rokna við, og at tað tíbetur ikki gongur so long tíð, áðrenn tey øll eru koppsett og vard ímóti koronu. Og so er at vóna, at optimistisku væntanirnar hjá danska heilsustýrinum fara at halda, so vit eru komin heilt á mál, tá summarferian byrjar hjá teimum flestu, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

7 Leygardagur 16. Jan 2021

- Vit sleppa ongantíð av við koronavirusið

Men vit fara at læra at liva við tí, sigur leiðarin fyri smittutilbúgvingini hjá Statens Serum Institut, sum nú fer á pensjón

Kåre Mølbak
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv fólk droyma um dagin, tá koronavirusið ikki longur er millum okkara.

Men hetta verður ikki meira enn ein dreymur. Tað sigur fyrrverandi leiðarin fyri smittutilbúgvingini hjá danska stovninum, Statens Serum Institut, Kåre Mølbak.

- Ein oyðing av SARS-CoV-2 er í besta føri ein framtíðardreymur, men er helst ómøgulig, skrivar Kåre Mølbak í seinasta tíðindabrævinum EPI-Nyt frá Statens Serum Institut.

Hann leggur afturat, at hóast vit ikki sleppa av við virusið, so fer koppsetingin at hjálpa til, at vit fara at duga betri at liva við tí.

Talan er um seinasta slíka tíðindabræv frá hansara hond. Tí Kåre Mølbak verður nú pensjóneraður eftir næstan 38 ár í Statens Serum Institut.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

8 Leygardagur 16. Jan 2021

Gott 3.000 bilar koyrdu fyrsta gjaldsdagin

Verða tað ikki fleiri, kann tað gerast dýrt hjá landskassanum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bert gott 3.000 bilar koyrdu gjøgnum Eysturoyartunnilin mánadagin, fyrsta dagin tað skuldi gjaldast fyri at koyra brúka tunnilin.

Hetta er munandi minni, enn hvat roknað verður við. Verður ferðslan ikki størri kann tað tí gerast ein munandi útreiðslan fyri landskassan.

Tað váttar Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri.

Landskassin hevur nevniliga tryggjað tunnilsfelagnum eina minsta inntøku, svarandi til umleið 6.200 persónbilar um samdøgrið.

Tunnilsstjórin hevur tó ongar ætlani rum at broyta gjaldið fyri at koyra gjøgnum tunnilin fyribils.

Tað tekur eina tíð at finna støðið fyri ferðslumynstrinum, sigur Teitur Samuelsen við Kringvarpið. Hann væntar, at dagliga ferðslan fer at stabilisera seg onkrastaðni millum teir 3.000 bilarnar, sum koyrdu fyrsta gjaldsdagin og teir 8.000, sum brúktu tunnilin teir fyrstu dagarnar í árinum meðan ferðslan var ókeypis. 

Tað verður neyvan í hesi vikuni, at ferðslan veksur munandi, tí frá síðsta týskvøldið og eina viku fram, er stongdur um náttina í eina viku til at liðugtgera ymisk arbeiðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

9 Leygardagur 16. Jan 2021

Skuldi inn at sita, men møtti ikki

Væl mannað løgreglulið við maskinbyrsu, vesti og hjálmi handtók fríggjadagin ein persón í vesturbýnum í Havn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvar gitingar vóru fríggjadagin, tá alvápnað løgreglulig framdi eina handtøku á Grønlandsvegnum seinnapartin. Fyri nøkrum døgum síðani var handtøka í stórum rúsevnismáli og onkur miðil hevur skrivað, at handtøkan fríggjadagin var í sambandi við hetta málið.

Men vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at talan er um eina handtøku til avsoning. Ein persónur, sum skuldi inn at sita ein dóm, men ikki var møttur upp.

Møta tit altíð alvápnað upp, tá onkur ikki møtir upp til avsoning, ljóðar spurningurin frá undirritaða.

- Tað er alt eftir hvør støðan er, og er ein vurdering í hvørjum føri, upplýsir vaktleiðarin.

Hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv løgreglufólk vóru á staðnum til politiatsóknina, men in.fo skrivar at talan var um eini 8-10 fólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

10 Leygardagur 16. Jan 2021

Munandi færri doyðu í 2020

Koronastøðan sæst ikki aftur í hagtølunum fyri deyð í 2020 - heldur tvørturímóti

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað doyðu munandi færri føroyingar í fjør, enn árið fyri. Staðfestast kann út frá hagtølunum hjá Hagstovuni, at talið av deyðum fyrstu 11 mánaðirnar í 2020 var 39 færri enn tilsvarandi mánaðir í 2019.

Harvið kann eisini staðfestast, at ógvusliga koronastøðan ikki sæst aftur í hagtølunum fyri deyð í 2020 – heldur tvørturímóti.

Sagt hevur verið, at tað at vit halda frástøðu og reinføri eisni hevur verið orsøk til, fólkið eisini hevur verið vart móti øðrum umfarssjúkum og smittum, og okkurt bendir á, at so er.

Fram til 1. desember 2020 doyðu 332 fólk í Føroyum, meðan tilsvarandi talið árið fyri, var 371.

Bert í trimum av teimum 11 mánaðunum, var talið á deyðum hægri enn árið frammanundan.

Tað er ikki bara koronastøðan, sum er orsøk til at færri doyðu í 2020. Hóast koronan ikki rakti Føroyar fyrr enn út í mars mánaði, so var deyðatalið eisini munandi lægri í byrjanini av 2020. Fyrsta ársfjórðing doyðu 85 fólk í Føroyum, og tað eru 25 færri enn fyrstu tríggjar mánaðirnar av 2019.

Í fjør var tað bert í apríl, juni og november, at tað doyðu fleiri fólk enn somu mánaðir árið fyri.

Deyð í Føroyum

 
 

2019

2020

Januar

38

31

Februar

31

24

Mars

42

30

Apríl

32

40

Mai

33

18

Juni

33

36

Juli

37

31

August

30

27

September

30

27

Oktober

35

30

November

31

38

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

11 Leygardagur 16. Jan 2021

Sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi

Mánadagin verður aftur møguleiki at vitja síni kæru á sjúkrahúsunum kring landið

(Mynd: Sjúkrahúsverk Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sjúkrahúsini hava seinastu tíðina havt afturlatið fyri vitjandi. Hesar avmarkingar fara úr gildi mánadagin 18. januar, tá sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi.

Mint verður á, at tey sum hava verið uttanlands tó ikki skulu koma á sjúkrahúsi fyrr enn tey hava fingið negativt svar uppá koronukanning á sætta degi.

Tá koronasmittan tók seg upp aftur um jóltíðir vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevði millum annað við sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum.

- Tamarhald tykist tó vera á smittuni og nýggju tilburðirnir hava hug at fækkast, og tí hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini. Tekur smittan seg upp aftur, kunnu tillagingar aftur koma fyri, sigur Sjúkrahúsverkið.

Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

12
Leygardagur 16. Jan 2021

Smakkurin av villa laxinum

- eitt nýggjársynski

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen 

 

Ein vinmaður var so vinarligur at geva okkum eitt petti av royktum villum laxi til nýggjárshaldið. Laxin hevði hann veitt í einari íslendskari á, og so fingið hann hegnisliga royktan.

Hesin laxur hevði livað sítt fría og góða lív á heimsins besta laxabeiti á økinum úr føroyska landgrunninum og heilt norður um Jan Mayen. Har gøddi hann seg við nebbasild, svartkjaftayngli, reyðæti og plankton.

[object Object]

So ein dagin, nú kendi hann á sær, at nú var tíðin komin at fara heim til ánna haðani hann var komin, og har, í Jøkulsánni á Eysturlandinum, fall hann fyri freistingini og gloypti fluguna, sum hevði navnið Wolfowitz!

Hesin laxur var ein framúr biti. Náttúrliga reyður av ætinum og við einum sterkum soltnum muskulaturi av at berjast við havstreymarnar. Smakkurin av góðum villum laxi er ein mega gastronomisk uppliving, eitt njótilsi av teimum heilt stóru. Munurin á smakkinum á aldum laxi og villum laxi, er sum munurin millum en litlan FIAT og ein FERRARI.

Harmiligt, at tað er so torført at fáa fatur á villum laxi her á landi. Tað er nevniliga sera illa statt við føroyska villa laxinum.

Seinast í 1970’unum fingust umleið 1.500 laxar í Saxun og Leynum, men síðani er gingið aftur á hond við stórari ferð, og í 2020 vóru kanska i mesta lagi 150 laxar fingnir, tað er alt.

Sjósílastovnurin hevur tað eitt sindur betri, men í fjør var veiðan heldur onki at reypa av.

Hví er so illa statt við laxi og sjósílum? Tað eru fleiri orsøkir, sum tað er ov drúgført at skriva um á hesum sinni. Eg vil mæla til at allar góðar kreftir og Landstýrið seta sær fyri at fáa laxastovnin upp aftur, bæði til gleði fyri okkum sjálvi og sum eitt gott íkast til ferðamannavinnuna júst sum í Íslandi.

Kom laxurin aftur til Saxunar, Leynarvatn og Heima á Sandi gerast vit øll ríkari og vit kunnu gleðast um henda ediliga fisk.

Hetta er ein stór uppgáva, men tað ber til, júst sum vit hava sæð i Íslandi og í ánni Tyne í Skotlandi og aðrastaðni við.

Laxurin hevur nógv at siga í flestu arktisku økjunum. Hetta er eisini ein góð grund til at vit gera okkara skyldu yvirfyri hesum fiski, nú vit brádliga eru komin upp í arktisku familiuna!

Tað er mítt staðiliga nýggjárynski, at vit føroyingar veruliga taka eitt ódnartak til at verja og lívbjarga okkara náttúru og tilfangi – ein dag, skjótt, eru tey horvin!

Danin PH segði einaferð provokerandi: “bilar tað nakað um náttúran doyr?” Lat tað ikki verða so hjá okkum.

Johan Mortensen 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

13 Leygardagur 16. Jan 2021

Fyrra helvtin av nýggju Skybar á Norrønu sett upp

Norrøna er í dokk í Danmark, har skipið verður nútímansgjørt

(Mynd: Petur av Vollanum)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gongur við rúkandi ferð at byggja um á Norrønu, sum er í dokk í danska býnum Munkebo, og sum í mars aftur skal í sigling.

Omanfyri nýggju luksuskømurunum er nú helvtin av nýggju Skybar sett upp. Petur av Vollanum, skipari á Norrønu, hevur tikið myndirnar sum síggjast niðanfyri, at stóru umbyggingini, sum fer fram umborð.

Smyril Line kallar tað fyri eitt “facelift”, tí flaggskipið í føroyska flotanum verður nevnuiliga nútímansgjørt við millum annað 50 nýggjum kabinum og nýggjari cafe á dekk 10.

[object Object]

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2001

14 Leygardagur 16. Jan 2021

Eingin smitta er á Boðanesheiminum

Regluligar kanningar hava verið, síðani eitt starvsfólk fekk staðfest koronu í síðstu viku, og starvsfólk og búfólk hava verið í sóttarhaldi. Nú letur deildin uppaftur - eisini fyri vitjandi

Eingin smittta er staðfest í kanningunum (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í farnu viku fekk eitt starvsfólk á Boðanesheiminum staðfest koronusmittuna - tveir dagar eftir, at viðkomandi hevði verið til arbeiðis 

Orsakað av hesum vórðu starvsfólk og búfólk á deildini kannaði fyri koronu hvønn dag í farnu viku og aftur í gjár. Allar hesar kanningarnar vóru negativar

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk arbeiðir, hava verið í sóttarhaldi, og deildin hevur verið stongd fyri vitjandi. Deildin er í morgun latin uppaftur, og gerandisdagurin kann aftur vera sum vanligt við teimum koronutilráðingum, sum annars eru.

Tað at tað er staðfest, at eingin er smittaður á deildini merkir eisini, at avvarðandi nú aftur kunnu vitja.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

15 Leygardagur 16. Jan 2021

675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør

309 av teimum vóru gentur og 366 dreingir. Miðalvektin var 3.685 gramm

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2020 vóru 675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 309 av teimum vóru gentur og 366 vóru dreingir, upplýsir Landssjúkrahúsið.

Av hesum vóru 220 kvinnur, ið áttu fyrsta barnið, ímeðan 455 høvdu roynt tað áður.

Tað komu átta tvíburðar og einir tríburðar.

Níggju ætlaðar heimaføðingar vóru, tvær óætlaðar og tvær føðingar á veg inn á sjúkrahúsið, siga tølini hjá sjúkrahúsinum.

Miðalvektin á øllum børnunum var 3.685 gramm. 30 prosent av teimum vigaðu 4 kilo ella meira.

Støðugt seinastu árini
Seinastu árini hevur talið av føddum børnum árliga verið støðugt. Í 2019 var talið av føðingum 678 og í 2018 var talið 680.

Í 2017 var tað eitt vet lægri, tá 656 børn vórðu fødd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

16 Leygardagur 16. Jan 2021

52.920 fólk í Føroyum

Tað búgva gott 1.900 fleiri menn enn kvinnur í landinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrst í desember búðu 52.920 fólk í Føroyum.

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni, og her er eisini talan um hægsta tal, sum nakrantíð hevur verið skrátt sum fastbúgvandi í Føroyum.

Sum altíð toppaði fólkatalið í august fyri síðan at lækka aftur, tá skúlarnir byrjaðu aftur.

Í august búðu 52.803 fólk í Føroyum, og komið varð upp aftur á hetta støðið longu í november mánaði, og talið er síðan hækkað aftur pr. 1. desember.

Av teimum 52.920 fólkunum, sum vóru skrásett at búgva í Føroyum 1. desember, vóru 27.412 mannfólk og 25.508 konufólk, altso gott 1.900 fleiri menn. Prosentbýtið er 51,8 prosent menn og 48,2 prosent kvinnur, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

[object Object]

Nógv flest, 21.315 fólk búðu í Suðurstreymoy, 11.981 í Eysturoy, 6.288 í Norðoyggjum, 4.661 í Suðuroy, 4.010 í Norðurstreymoy, 3.363 í Vágum og 1.302 í Sandoy.

Tá hugt verður eftir aldurspýramiduni sæst týðuliga, at umframt yvirvág mannfólkamegin, so er tað serliga í aldursbólkunum 20 til 29 ár, at tað – framvegis – er stórt undirskot av konufólki í Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

17 Leygardagur 16. Jan 2021

Unicef gjørdi roknivillu viðvíkjandi livialdrinum

Nýggjar metingar fyri livialdurin nú komnar út - Føroyar ikki við longur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá stovnurin Unicef nýggjársdag kunngjørdi nýggj tøl fyri væntaninar yvir, hvussu leingi tey børnini, sum vórðu fødd nú fóru at liva, bygdi øll útrokningin á eina roknivillu.

Tað var snøgt sagt ikki hald í tølunum, sum millum annað søgdu, at livialdrinum hjá einum nýføðingi fór at vera 93,8 ár meðan hann fór at vera munandi oman fyri hundrað í fleiri av hinum norðurlondunum.

Unicef kunngjørdi í gjár ein nýggjan lista við rættaðum tølum. Men Føroyar eru ikki við á hesum listanum. Heldur ikki Andorra, sum annars lá ovast á listanum fyri væntaðan livialdur á nýggjárinum. Tá kundu nýføroyingar í pinkulandinum í Pyrineafjøllum rokna við at liva til tey gjørdust 119,2 ár. Aðrar smátjóðir, har tað bert væntast eina til tvær føðingar um dagin eru heldur ikki tiknar við á listan.

Les: Føroyingar munandi lægri livialdur enn okkara nærmastu grannar 

- Hetta er sera harmiligt, sigur Unicef í einum skrivi, ið varð sent út í gjár, eitt nú til donsku Ritzau tíðindastovuna.

Í ávísum føroym hevði ST-stovnurin roknað meira enn tjúgu ár skeivt, vísir endurskoðaði listin.

Ein av størstu roknivillunum eru galdandi fyri Sveits. Her metir Unicef nú, at børnini, sum nú verða fødd í landinum kunnu gerast 94,8 ára gomul. Tað er meira enn 21 ár minni enn metingin á nýggjárinum.

Í skrivinum til Ritzau sigur Unicef, at tølini vóru alt ov bjartskygt sett upp í upprunaliga útrokningarmyndlinum fyri tey lond, har felagsskapurin roknar við einum livialdri á oman fyri 80 ár. Hetta tí at forsøgnin hjá World Population Procections, ein ES-felagsskapur, ið framroknar fólkatal, bert gekk til ár 2100. Hetta er nú rættað.

Endurskoðaði metti aldurin hjá nýføðingunum í okkara nærmastu grannalondum er hesin:

Danmark 93,7
Finnland 93,6
Svøríki 93,5
Noreg 93,3
Ísland 91,5
Bretland 91,6

Hægsti livialdur er:
Hongkong, Kina 100,2
Suðurkorea 99,4
Macao, Kina 99,4
Ermasundsoyggjar 99,1
Singapore 98,3
Malta 98,1

Miðallivialdurin fyri allan heimin er 82,0 ár

Tey londini, har metti livialdurin er lægstur, eru:
Sierra Leone 63,5
Somalia 63,5
Nigeria 62,7
Tjadd 61,2
Miðafrikanska Lýveldið 61,1 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

18 Leygardagur 16. Jan 2021

Ikki so fá ferðandi í 15 ár

Við 180.000 ferðandi hevði Vága Floghavn lakasta árið síðan 2005

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vit skulu 15 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt ár við færri ferðafólkum loftvegis til og úr Føroyum, enn 2020.

Koronafarsóttin hevur jú havt ógvusliga ávirkan á flogferðsluna, og hetta sæst aftur í hagtølunum hjá Vága Floghavn.

9.823 ferðandi komu um føroysku floghavnina í desember, eitt lítið vet fleiri enn í november, og harvið kom ferðafólkatalið fyri alt árið 2020 upp á 179.778.

Hetta eru 244.503 fólk færri enn í 2019. Ferðslan í 2019 rækk sostatt bert upp á 42 prosent av teimum, sum ferðaðust um flogvøllin árið fyri.

Vit skulu 15 ár aftur í tíðina, til áðrenn fíggjarkreppuna, fyri at finna eitt ár við færri ferðandi um flogvøllin.

Í 2005 var ferðafólkatalið góð 181.000 fólk. Síðan hevur tað verið støðugt vaksandi - tað kavaði eitt sindur í árunum eftir fíggjarkreppuna í 2008 - fram til 2019 tá tað ferðaðust 424.281 um flogvøllin.

Lakasti mánaður í 2020 gjørdist apríl, tá tað bert vóru 2.389 á flogi til ella úr Føroyum. Í mai vóru tey 3.273. Besti mánaður var – sum tað plagar – juli mánaður við 32.181. Tað var tó munandi færri enn í 2019, tá talið av ferðandi í juli var 63.788.

Talið av fráferðum og komum minkaði úr 5.649 í 2019 til 2.448 í 2020. Farmurin minkaði úr 1.228 tons í 2019 til 672,7 í 2020, men posturin øktist úr 248,5 tonsum í 2019 til 255,2 tons í 2020.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

19 Leygardagur 16. Jan 2021

23 ára gamal handtikin: Tvey kilo av rúsevni í varðveitslu

Hann var handtikin fyri grovan narkokriminalitet, og varð týsdagin varðhaldsfongslaður í fýra vikur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein 23 ára gamal maður var mánadagin handtikin fyri grovan narkokriminalitet saman við ókendum gerningsmonnum, og týsdagin var grundlógaravhoyr. Maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið.

Løgreglan handtók mannin á bústaði hansara, og fann nógv rúsevni, sum maðurin hevði í varðveitslu. Eitt kilo av amfetamini, 700 gramm av mdma, 180 gramm av kokaini og 400 gramm av hassji í varðveitslu. Tilsamans meira enn tvey kilo.

Undir handtøkuni sló maðurin við knýttum neva ein løgreglumann í høvdið fleiri ferðir, so hesin fekk skaða. Eisini fann løgreglan eina byrsu og patrónir heima hjá manninum.

Maðurin noktar seg sekan í at hava rúsevni í varðveitslu og fyri at hava framt harðskap, men játtar at hava byrsu í varðveitslu, men sigur seg ikki eiga hana, sigur útvarpið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

20 Leygardagur 16. Jan 2021

BBC vitjaði føroyska e-sportsstjørnu í Lissabon

Johan "N0tail" Sundstein, mest vinnandi e-sportsstjørna í heiminum, hevur keypt sær eini stór hús í portugisiska høvuðsstaðnum

Johan Sundstein (Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyska e-sportsstjørnan Johan Sundstein, kendur sum N0tail, hevur vunnið fleiri pengar enn nakar annar e-sportsspælari í heiminum.

Higartil hevur hann vunnið tilsamans 46 mió. krónur við at spæla telduspælið Dota 2, og ein partur av hesum pengunum er farin til eini stór hús í Lissabon í Portugal.

Í desember var BBC og vitjaði Johan í nýggju húsunum, sum hevur heili 17 rúm. Tá greiddi hann frá, at hann var í ferð við at umvæla húsini, men orsakað av koronafarsóttini tekur hetta arbeiðið longri tíð enn væntað.

27 ára gamli Johan Sundstein, ið er uppvaksin í Danmark, er liðskipari hjá liðnum OG, sum er einasta liðið, sum hevur vunnið stóru Dota 2 kappingina The International tvey ár á rað. Tað var í árunum 2018 og 2019.

Í løtuni luttekur Johan í kappingum heimanifrá orsakað av støðuni við korona.

Innslagið hjá BBC sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

21 Leygardagur 16. Jan 2021

Jørgen gevst sum sláturmeistari í Miklagarði

Jørgen Jørgensen, sláturmeistari, ið var fyrsta starvsfólk í SMS, tá virksemið byrjaði í 1977, leggur nú frá sær eftir 43 árum í starvinum. Hann hevur fingið Den Kongelige Belønningsmedalje fyri trúgva og drúgva tænastu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vælkendi sláturmeistarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, fekk mánadagin 4. januar Den Kongelige Belønningsmedalje fyri trúgva og drúgva tænastu eftir 43 árum í starvi. Samstundis hevur sláturmeistarin, sum var fyrsta starvsfólkið í SMS í 1977, valt at leggja frá sær vegna aldur.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, handaði vegna drotningina Jørgen Jørgensen Den Kongelige Belønningsmedalje á afturlatnari móttøku í Miklagarði.

Kongaliga heiðursmerkið verður givið starvsfólkum í privatum fyritøkum, ið hava starvast 50 ár á sama stað, ella sum fara úr starvi eftir minst 40 árum á sama stað.

Jørgen Jørgensen varð settur í starv í september 1977. Hetta var ein mánað, áðrenn sølumiðstøðin, SMS, læt upp. Tá hann byrjaði, var ikki nógv søla av feskum kjøti í Føroyum. Tað kjøtið, ið var, var slaktað og hagreitt her – t.d. fuglur, fiskur, seyður, hvalur og hendinga sjáldan neytakjøt.

- Jørgen var ein av teimum fyrstu at innflyta feskt kjøt, og hann hevur harvið verið við til at víðka kulinariska sjónarringin hjá føroyingum. Vit ynskja Jørgen hjartaliga tillukku við kongaliga heiðursmerkinum og takka honum fyri megnararbeiðið, hann hevur avrikað hesi 43 árini, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

Rasmus Konggaard yvirtekur leiklutin hjá Jørgen Jørgensen. Hann hevur starvast í slaktarínum í Miklagarði seinastu 14 árini, og hann hevur sostatt drúgvar royndir innan slakt og framleiðslu.

- Rasmus Konggaard hevur arbeitt saman við Jørgen í nógv ár, og hetta kemur óivað til sjóndar í arbeiðinum á slaktarínum, hóast Rasmus eisini uttan iva fer at seta sín egna dám á framleiðsluna og menningina, sigur Niels Mortensen.

[object Object]
Jørgen Jørgensen og avloysarin, Rasmus Kongsgaard

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

22 Leygardagur 16. Jan 2021

Effo og Sev samstarva um løðistøðir

Løðistøðirnar í Kollafjarðardali og Skálafirði fara at løða tríggjar ferðir so skjótt sum verandi støðir

Her kemur løðistøðin í Kollafjarðardali at standa (Mynd: Sev)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður skjótt høgligari hjá elbilaeigarum at løða bilin. Effo og Sev hava gjørt avtalu um at seta upp tvær 150kW DC løðistøðir á Effo støðunum í Skálafirði og Kollfjarðardali.

- Vit eru fegin um at kunna samstarva við Evvo um at fáa sett 150 kW DC løðistøðir upp á tveimum knútapunktum í meginøkinum, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev.  

Nýggju løðistøðirnar, sum avtalan millum Effo og Sev umfatar, og sum verða settar upp í vár, løða meira enn tríggjar ferðir so skjótt, sum verandi 50kW DC skjótløðistøðir. Talið av elbilum í Føroyum økist, og fleiri av nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Hetta merkir, at við nýggju løðistøðunum verður tíðin at løða hesar bilar stytt munandi, skrivar Sev á heimasíðuni. 

- Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið. Tí er tað natúrligt fyri okkum eisini at veita orku til elbilar, og vit fegnast um samstarvið við Sev um hetta, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

23 Leygardagur 16. Jan 2021

Náttarlívið kann byrja aftur

Landsstýrismaðurin ætlar ikki at leingja kunngerðina um at matstovur og skeinkistøð skulu stongja klokkan 22 - sum støðan sær út nú

(Mynd: Essabarr)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstu viku kunnu matstovur og skeinkistøð aftur hava opið sum vant. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur við tíðindasíðuna in.fo, at sum støðan er nú, verður kunngerðin ikki longd.

Tað stendur væl til við korona í Føroyum í løtuni. Talið av smittaðum minkar alsamt, og fá leggjast afturat. Tí verður kunngerðin um at matstovur og skeinkistøð skulu stongja klokkan tíggju á kvøldi ikki longd fyribils.

Danmark hevur framvegis nógva smittu, og eisini verður bretska frábregði óttast, men Helgi Abrahamsen sigur við in.fo, at vit í Føroyum kunnu ikki seta tiltøk í verk, tí at smittan ger um seg í Danmark.

Fylgt verður væl við gongdimi, og broytist støðan, verður málið tikið upp aftur.

Heimildin hjá Helga Abrahamsen at stongja matstovur og skeinkistøð við kunngerð, er bara galdandi til 1. feburar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

24 Leygardagur 16. Jan 2021

Eru blivin nógv meira tilvitað um ADHD seinasta árið

Bæði tilvit, vitan og viðurkenningin økist í samfelagnum, sigur ADHD felagið, sum fegnast um hetta

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta seinasta árið eru vit blivin nógv meira tilvitað um ADHD. Tað sigur ADHD felagið í ársfrágreiðing sínari fyri 2020, sum varð kunngjørd herfyri.

– Vit eru fegin um, at vit uppliva eina størri almenna tilvitsku um ADHD. Bæði tilvit, vitan og viðurkenningin økist í samfelagnum.

Men enn seta fólk ikki ADHD ella ADD í samband við still børn, vaksin, eldri, vællærd og viðurkend fólk, hóast summi teirra stríðast á annan hátt og hava óviðgjørt ADHD, sigur felagið, sum við at seta andlit á ADHD vilja halda fram við at økja um almennu vitanina komandi ár.

Sambært ADHD felagnum, ið vísir til tøl hjá Heimsheilsustovninum, WHO, hava 5 prosent av øllum børnum og 2,5 prosent av vaksnum ADHD.

Hetta merkir, at millum 500 og 1.000 føroyingar enn ganga við óviðgjørdum ADHD, sigur felagið, sum heldur, at økta tilvitið fer at hava við sær, at tey, sum tørva hjálp, fara til útgreining og fáa staðfest ADHD.

Og bíðilistarnir til útgreining eru vaksandi. Tað vitnar um øktu viðurkenningina, tí viðurkenningin er treytin fyri, at søkt verður um hjálp.

Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur lovað, at bíðitíðin skal styttast, og fylgir felagið neyvt gongdini, tí sera langt er á mál.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

25 Leygardagur 16. Jan 2021

Næmingaheimið í Vági handað

Hátíðarløta var í farnu viku – klárt verður hjá 48 ítróttaháskúlanæmingum at flyta inn

Mynd: Suðurrás
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag var hátíðarløta í Vági, tá næmingaheimið varð handað Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, og klárt verður hjá næmingunum, sum byrja á várskeiðnum, at flyta inn, skrivar Suðurrás.

Spakin varð settur í á vári í 2019, og hóast byggingin varð nakað darvað av farsóttini, so helt tíðarætlanin kortini.

Á næmingaheiminum er pláss fyri 48 næmingum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

26 Leygardagur 16. Jan 2021

Fara at menna integratiónina gjøgnum Kvøldskúlan

Tórshavnar kommuna fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna. Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var í 2014, at Tórshavnar kommuna varnaðist, hvussu skjótt tilflytingin øktist. Greitt gjørdist, at tørvur var á meiri undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan, serliga fyri tilflytarar, sum komu úr londum uttanfyri norðurlond.

Longu um heystið varð eitt skeið í máli og mentan boðið út. Skeiðið var 400 undirvísingartímar, har undirvíst varð 20 tímar um vikuna í 20 vikur um morgunin.

Eini tvey-trý ár seinni gjørdist greitt, at tørvur var á framhaldsskeiði í føroyskum sum fremmandamáli. Hetta var serliga ætlað næmingum við hægri útbúgvingum úr heimlandinum. Afturat nevndu skeiðum hevur Kvøldskúlin boðið kvøldskeið út í føroyskum, donskum fyri byrjarar og víðarikomin og skeið í mállæru á 30 tímar.

Kvøldskúlin hevur í dag bæði styttri og longri skeið, bæði um morgunin, seinnapart og um kvøldi í máli og mentan fyri tilflytarar. Skeiðini eru bæði fyri vaksin og børn og eru millum 20 og 300 undirvísingartímar til longdar.

Eisini bjóðar Kvøldskúlin styttri skeið í føroyskari mállæru og donskum fyri tilflytarar. Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Skúlin hevur eisini havt undirvísing í føroyskum fyri norðurlendingar og hava 198 norðurlendingar luttikið á skeiðunum síðani 2014.

Kvøldskúlin skipar fyri allari hesi undirvísing í samstarvi við kommununa og Mentamálaráðið. Longru skeiðini eftir nýggju námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál enda við roynd og hvør næmingur fær annaðhvørt endaligt prógv frá støðuroynd ella prógv, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

Kvøldskúlin er enn í dag Føroya størsti skúli. Næmingatalið veksur alla tíðina. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at Tórshavnar kommuna nú í samstarvi við Kvøldskúlan og Mentamálaráðið fer at menna hesa skipan, so eingin dettur níðurímillum, men at øll fáa henda einastandandi møguleika nátúrliga at fella til í samfelagnum gjøgnum undirvísing í máli og mentan.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021

27
Leygardagur 16. Jan 2021

Nýggi Pison komin til Klaksvíkar

Skipið frá 1987 skal avloysa núverandi Pison

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánakvøldið setti skipið, sum skal avloysa núverandi Pison kós móti Klaksvík, og um middagsleitið mikudagin legði skipið at í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Nakað av fólki var komið saman á bryggjuni, men orsakað av koronatilmælunum var eingin móttøka hildin, og tað var ikki møguligt at sleppa umborð.

Frystilínuskipið, sum áður hevur havt navnið Nyvoll Senior er bygt í Vági í 1987. Nú skal skipið yvirtakast endaliga og ymiskt skal gerast klárt til fiskiskap. Skipið er keypt úr Noreg.

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

28 Leygardagur 16. Jan 2021

Mist aliútgerð til ampa fyri skip og bátar

Í vikuni kom ein útróðrarbátur fram á eina alislangu í Vágahavinum – slangan var umleið 100 metrar og kundi verið til stóran ampa, men hon er nú tikin upp

Mynd: Vørn
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á middegi mikudagin boðaði útróðrarbáturin Anru vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum frá, at teir vóru komnir fram á eina alislangu í Vágahavinum, einar 6 fjóðringar úr Koltri.

Teir á Anru settu eina AIS boyu á, so rekin var lættur at finna. Boð vórðu givin til Tjaldrið um, at fara eftir rekandi alislanguni, arbeiðið gekk væl, og var Tjaldrið aftur á Havnini um nátturðatíð.

Alislangan var umleið 100 metrar, og kundi verði til stóran ampa fyri skip og bátar, skrivar Vørn.

Manningin á Tjaldrinum hevur nú leverað rekan til Tórshavnar Havn, og er hann nú koyrdur til KOB á Hjalla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

29
Leygardagur 16. Jan 2021

Skotar sigla til Danmarkar at landa

Skotsk fiskiskip fáa betri prís í Hanstholm enn heima í Skotlandi, har prísurin er farin í botn eftir Brexit

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skotsk fiskiskip í rættiliga stórum tali eru farin at landa veiðina í Danmark. Hetta orsaka av nýggju Brexit-reglunum, sum tóku við á nýggjárinum, skrivar danski miðilin Altinget.

Ein av donsku havnunum, sum merkir hetta, er Hanstholm, har fiskauppboðssølan hevur fingin nógv av fiski frá skotskum skipum.

- Vit hava samband við millum 10 og 15 skotskar bátar, sum koma higar tí marknaðurin knappliga er broyttur, sigur leiðarin fyri uppboðshøllini í Hanstholm við Altinget. Hann metir, at um 30 til 40 prosent av teimum 1.300 tonsunum, sum higartil í ár eru seld á uppboðssøluni, eru komin frá skotum.

Í Skotlandi uppliva fiskaútflytarar trupulleikar við at sleppa av við fiskin í ES orsaka av nýggjum krøvum og trupulleikum við flutninginum.

Prísirnir eru eisini falnir í botn á uppboðssøluni í skotska fiskivinnuhavnini Peterhead.

Hetta hevur fingið skotskar bátar at leita upp havnir í Danmark at sleppa av við fiskin fyri ein betri prís.

Tað er ikki óvanligt, at skotskir bátar avreiða í Hanstholm, men ikki í so stórum tølum sum nú.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

30
Leygardagur 16. Jan 2021

Sigla fast við alifóðri

- Vit laga okkum eftir veðrinum, og tí fara vit viðhvørt norður um og viðhvørt suður um Ísland, tí vit skulu á Vesturlandið, sigur Jonhard Jóanesarson, skipari á Vermland

Jonhard Jóanesarson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Við Vermland sigla vit mest millum Norra og Ísland við alifóðri. Fóðrið avskipa vit á trimum firðum á Eysturlandinum og á trimum firðum á Norðvesturlandinum. Vit laga okkum eftir veðrinum, og tí fara vit viðhvørt norður um og viðhvørt suður um Ísland, tí vit skulu á Vesturlandið, sigur Jonhard Jóanesarson, skipari, á Vermland.

- Skipið riggar væl og serliga, síðani vit fingu DP ísett. Tað vil siga, at vit hava síðuskrúvur bæði aftan og framman, so skipið syrgir sjálvt fyri at liggja á tí knattstøðu, vit leggja tað á. Tá vit koma umleið átta metrar frá aliflakunum, seti eg DP til, so liggur skipið stilt. Vit binda tí ikki skipið í flakarnar, sigur hann.

- Vit hava eisini fingið ísett eina nýggja flutningsskipan til fóðrið. Við gravmaskinuni hiva vit fýra sekkir í senn á 1000 kilo og seta teir á knívar, sum standa omaná eini silo í lastini.

Knívarnir skera posarnar upp og fóðrið dettur niður í siloina. Síðan verður fóðrið flutt gjøgnum rør heilt upp um flutningsbandið og dettur niður á bandið, sum síðani flytur tað umborð á flakarnar.

- Flutningsbandið hevur teleskop, so tað røkkur frá 20 og upp til 28 metrar frá skipssíðuni. Tí nertur skipið ikki við flakarnar, tá vit fylla teir, og vit klára at flyta eini 100 tons um tíman.  Vermland tekur 2.150 tons, so tað tekur umleið 21 tímar at fáa fóðrið umborð á flakarnar. Harafturat fer øll tíðin at sigla millum flakarnar og firðirnar. Ísland er stórt, so tað tekur sína tíð at koma runt, greiðir Jonhard Jóanesarson frá.

Seks mans eru við Vermland og tvær manningar hoyra til skipið, og allir eru føroyingar. Teir eru umborð fýra vikur í senn.

Vermland lá á Hvalvík í síðstu viku ávegis til Íslands. Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, og tíð var eisini til sang, Guds orð, bøn og signing.

Niels Andrias Mortensen í Streymnesi eigur Vermland. Skipið er bygt í 2008, er 90 metrar langt og 13,7 breitt.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

31 Leygardagur 16. Jan 2021

Nú renna pengar aftur í kassan hjá Atlantic Petroleum

Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at Atlantic Petroleum hevur inntøku. Felagið fær  avrokning eina ferð um mánaðin

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljufelagið Decipher Production, sum í 2017 keypti 25 prosent av oljukelduni Orlando frá føroyska oljufelagnum  Atlantic Petroleum, boðar nú frá, at framleiðslan er tikin uppaftur eftir drúgvan steðg, og harvið renna nakrar av inntøkunum fyri oljuna nú eisini í kassan hjá Atlantic Petroleum. 

Orlando pengarnir eru fyrsta gjald fyri Orlando olju. Har fær Atlantic Petroleum 2 prosent av søluvirðinum av teimum fyrstu 5 milliónum tunnunum og 4,35 prosent aftan á tað. Framleiðslan á Orlando leiðini byrjaði 29. mars í 2019, men varð steðgað aftur í apríl.   

Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at Atlantic Petroleum hevur inntøku. Felagið fær  avrokning eina ferð um mánaðin. 

Mark Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur í sambandi við boðini frá Decipher, at hetta eru góð tíðindi og ein týðandi varði fyri felagið. Peningarenslið, sum stendst av hesum, kann fáa stóran týdning fyri umskipanina av skuldini og til tess at kunna fara undir nýtt virksemi aftur.

[object Object]
Ben Arabo, nevndarformaður í Atlantic Petroleum
 
 
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2021

32 Leygardagur 16. Jan 2021

Kostar Danmark umleið sjey milliónir at tryggja føroyingum koppingarevni

Sambært heilsumálaráðnum í Danmark er eitt undantak gjørt í hesum førinum. Føroyar og Grønlandi rinda tó sjálvi fyri flutningsútreiðslurnar og kostnaðin av at koppseta fólk

Tað er danska stjórnin, sum rindar fyri alla koronukoppseting, sum alt danska ríkið fær. Áðrenn ársskiftið vóru boðini annars, at Føroyar sjálvar skulu gjalda fyri alt koppingarevni, sum kom til landið (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er danska stjórnin, sum rindar fyri alla koronukoppseting, sum alt danska ríkið fær. Hetta hevur danska Heilsumálaráðið upplýst fyri Kringvarpinum.

Áðrenn ársskiftið vóru boðini annars, at Føroyar sjálvar skulu gjalda fyri alt koppingarevni, sum kom til landið. Føroyar og Grønland rinda fyri flutningsútreiðslurnar og kostnaðin av at koppseta fólk, men sjálvar skamtrinar gjalda danir fyri 

Her er talan um eitt undantak, tí vanliga rinda Føroyar og Grønland sjálvi fyri sín heilivág og koppingarevni.

Koppingarevnið til allar føroyingar verður mett at kosta umleið sjey milliónir krónur, og  Føroyar og Grønland fáa sín lutfalsliga part av koronaí mun til fólkatalið í londunum, skrivar Kringvarpið.

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

33 Leygardagur 16. Jan 2021

Heilivágurin frá AstraZeneca helst góðkendur um tríggjar vikur

Umsóknin varð send evropeiska heilivágsmyndugleikanum týsdagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Evropeiski heilivágsmyndugleikin, EMA, fekk týsdagin um at fáa góðkent koronakoppsetingarevnið hjá AstraZeneca og Oxford University.

Hesum boðaði EMA frá í tíðindaskrivi.

EMA fer eftir ætlan á fundi 29. januar at taka støðu til, um mælt verður til at brúka heilivágin í ES-londunum. Játtar EMA, skal ES-nevndin taka endaligu støðuna til góðkenningina. Góðkenningin frá ES-nevndini verður mett at vera ein formalitetur, skrivar Ritzau.

Koppsetingin frá AstraZeneca og universitetinum í Oxford er longu tikin í brúk í Bretlandi.

Fyribils eru tvær vaksinur góðkendar í ES-londunum, Pfizer/BioNTech og Moderna.

Vaksinan hjá Morderna er júst góðkend, og so seint sum í dag kom fyrsta sendingin av hesi vaksinuni til Danmarkar.

Vaksinan frá AstraZeneca og Oxford University er munandi lættari at handfara enn hinar vaksinurnar, tí hendan kann goymast í vanligum kuldaskápshita.

Men hon virkar ikki líka so væl sum tær báðar fyrstu vaksinurnar. Enn er tó ikki ein greið mynd av, hvussu effektiv hendan koppsetingin er. Fyrstu kanningarnar vísa, at hon virkar í 70 prosentum av førunum.

Seinni hevur ein kanning víst, at vaksinan virkar í 90 prosentum av førunum, um heilivágurin verður skamtaður eitt sindur øðrvísi.

AstraZeneca er eisini munandi bíligari enn tær fyrstu vaksinurnar, og verður tí mett at kunna fáa stóran týdning fyri tey fátæku londini í heiminum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

34 Leygardagur 16. Jan 2021

Granskarar: Korona-trygt at spæla heilsufótbólt

Heilsufótbóltur kann metast at vera tryggur venjingarháttur, tá tað snýr seg um smittuvanda av koronu, vísir nýggja gransking

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Gransking vísir, at í heilsufótbólti er sambandið so mikið lítið millum spælararnar, at smittuvandin av koronu er lítil.

Nýggj vísindalig grein í tíðarritinum, "BMJ Open" hevur heitið, "Danger zone assessment in small-sided recreational football: providing data for consideration in relation to COVID-19 transmission". Her verður greinað, hvussu leingi og hvussu ofta vanlig fólk, sum spæla heilsufótbólt, eru í vandastøðum (Danger Zone; DZ), tá talan er um koronusmittu.

Verkætlanin er samstarv millum Magna Mohr, professara á Fróðskparsetrinum, og danskar og serbiskar granskarar. 

GPS-dátur frá eldri heilsufóltbóltsverkætlanum eru greinaðar, og staðfest er, hvussu leingi fótbóltsspælarar eru í vandaøkinum, tá teir spæla heilsufótbólt. Vandaøkið er lýst sum ein radius uppá hálvanannan metur frá einum møguliga smittaðum viðleikara.

Heilsufótbóltur er ikki kontaktítrótt
Høvuðsúrslitini vísa, at í ymiskum fótbóltssmáspølum er tann einstaki leikarin í smittuvandaøkinum í 34-115 sekund um tíman, og harumframt er tíðarbilið, har viðkomandi er í smittuvandaøkinum, minni enn tvey sekund 80 prosent av tíðini.

Tískil er heilsufótbóltur ikki kontaktítrótt, men ein venjingarháttur við stuttum og sporadiskum sambandi millum leikararnar. Sostatt verður mett, at heilsufótbóltsspæl er ein tryggur kropsligur venjingarháttur, tá tað snýr seg um covid-19-smittu.

Neilig árin av óvirkni
Kanningarúrslitini geva heilsumynduleikum í Føroyum og uttanlands møguleika at viga vandan av fótbóltsspæli upp ímóti teimum neiligu kropsligu, sosialu og sálarligu árinunum av at steðga barna-, ungdóms- og heilsfóltbóltsspæli í koronutíðini, sum vit eru í.

- 30 prosent av heimsins borgarum røra seg minni enn tey minstu mørkini, ið sett eru, og undir koronukreppuni er støðan við kropsligum óvirkni bara versnað um allan heim.

- Samstundis er staðfest, at kropsligt virkni fyribyrgir og eigur at vera partur av viðgerðini av 26 varandi sjúkum, og tí mugu avgerðir at steðga ítróttarvirksemi byggjast á granskingarúrslit heldur enn magakenslur, sigur Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi.

Hann leggur aftrat, at fótbóltur er heimsins størsta ítróttargrein við umleið 250 milliónum virknum spælarum.

- Spælið hevur tí ómetaliga stóra jaliga ávirkan á alheims fólkaheilsuna, og tí gevur okkara nýggja grein mynduleikunum vísindaliga próvførslu, tá tað ræður um koronusmittuvanda, sigur Magni Mohr.

Kelda: setur.fo

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

35 Leygardagur 16. Jan 2021

Rufus Gifford gerst siðameistari hjá Biden

Føroyavinurin og fyrrverandi sendiharri í Danmark fær týðandi starv í uttanríkisráðnum

Rufus Gifford á Pride-tiltakinum á Vaglinum í 2016 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í næstu viku tekur Joe Biden eftir ætlan yvir sum forseti í USA. Og harvið verða eisini allir ráðharrar og høgtstandandi embætisfólk í Washington D.C. skift út.

Ein teirra, sum aftur fær politiska ávirkan er LGBT-stríðsmaðurin Rufus Gifford, sum var amerikanskur sendiharri í Danmark undir Barack Obama.

Í hesum embæti vitjaði hann – eins og Carla Sands hesi seinastu árini – fleiri ferðir í Føroyum, og fekk fleiri vinir her.

Nú stendur Rufus Gifford til at verða útnevndur til embætið, ið kallast Chief of Protocol í amerikanska uttanríkisráðnum. Protokolstjórin, ella siðameistarin, hjá forsetanum er eitt slag av ovasta fyri øllum amerikansku sendistovunum. Protokollstjórin er millum nærmastu ráðgevar forsetans í uttanríkismálum, og hann hevur eisini heiti sum varauttanríkisráðharri.

Vanliga er protokollstjórin við á øllum uttanríkisferðum forsetans, og hevur samskiftið við útlendsku stjórnirnar í sambandi við hesar vitjanir. Eisini er tað hann, sum tekur ímóti, tá týðandi gestir koma á almenna vitjan í USA.

Rufus Gifford var serliga væl móttikin í Føroyum, tá hann um ólavsøkumundið 2016 var her fyri at halda setanarrøðuna á Faroe Pride.

[object Object]
Rufus Gifford umborð á Norðlýsinum í 2016 saman við táverandi landsstýrismanni við uttanríkismálum, Poul Michelsen (Savnsmynd: Jan Müller)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

36 Leygardagur 16. Jan 2021

Nú verður søkt eftir starvsfólki til sendistovuna í Tel Aviv

Freistin at søkja starvið er 15. februar – Viðkomandi, sum verður settur, skal eftir ætlan byrja 1. mars

Tel Aviv (Tilvildarlig mynd: visualhunt.com)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú verður søkt eftir starvsfólki til føroysku sendistovuna í Tel Aviv í Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur lagt út starvslýsing, har søkt verður eftir einum starvsfólki at arbeiða 37 tímar um vikuna á sendistovuni.

Viðkomandi, sum verður settur í starv, skal eftir ætlan byrja 1. mars ella skjótast til ber hareftir. Viðkomandi skal m.a. hjálpa føroyska sendimanninum við dagliga arbeiðnum á sendistovuni.

Millum førleikakrøvini verður nevnt, at umsøkjarin skal hava universitetsútbúgving, og duga væl at skriva og tosa hebraiskt og enskt. Eisini verður nevnt, at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt, danskt ella annað skandinaviskt mál.

Freistin at søkja starvið er 15. februar.

[object Object]
John Rajani tók við starvinum sum sendimaður í ìsrael 1. desember 2020 (Savnsmynd)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

37 Leygardagur 16. Jan 2021

Navalnyj vendir nú heimaftur til Russlands

Rættarmál bíða honum, og hann hann er framvegis hóttur eftir lívinum

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, vendur um vikuskiftið heimaftur til Russlands, eftir at hava verið í viðgerð í Týsklandi fyri eitring.

Tað skrivaðu fleir miðlar í vikuni.

Hetta hendir, hóast hann framvegis er í vanda fyri at verða útsettur fyri drápsroyndum.

Navalnyj var í fjør eitraður við nervaeitrinum novitjok og lá í koma í fleiri vikur. Hann kom til Týsklands fyri at fáa røttu viðgerðina og fáa endurvenjing.

Tá hann kemur til Russlands, bíðar eitt revsimál honum, tí myndugleikarnir skuldseta hann fyri sjálvur at hava brúkt pengar, ið vórðu latnir felagsskapum.

Hann er eisini skuldsettur fyri at hava snýtt fyri næstan 30 milliónir krónur.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

38 Leygardagur 16. Jan 2021

Noreg: 13 deyðstilburðir knýttir til koronavaksinu

Talan er bara um eldri og skroypiligar sjúklingar – leiðreglurnar eru nú broyttar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fýra dagar fyri ársskiftið varð fyrsti norðmaðurin koppsettur við vaksinuni frá Pfizer/BioNTech móti korona. Frammanundan varð ávarað um, at koppsetingin kundi geva ávís hjáárin.

Nú vísir ein frágreiðing frá norska Legemiddelverket, at 13 fólk eru deyð eftir at hava fingið vaksinuna. Stovnurin hevur kannað 29 fráboðanir um hjáárin.

Fyri øll tey deyðu er galdandi, at talan var um skroypiligar eldri sjúklingar. Øll vóru oman fyri 80 ár og nøkur teirra yvir 90.

- Tað tykist sum um, at nakrir av hesum sjúklingunum fáa so sterk hjáárin við fepuri og gerast úrsalig, at tað kann gerast ógvuliga álvarsligt fyri tey, og kann vera orsøk til, at tey doyggja, sigur Steinar Madsen, fakligur stjóri í Legemiddelverket við NRK.

Heilsustovnurin hevur tí nú tillaga leiðreglurnar fyri hvørji skulu koppsetast.

- Læknar mugu nú meta neyvari um, hvørji skulu koppsetast. Er talan um ógvuliga skroypiligar sjúklingar, sum ikki hava nógv eftir at liva, kann metast vera ráðiligt at lata vera við at koppseta, sigur Steinar Madsen.

Hetta er eisini í tráð við leiðbeiningina, sum kom frá FHI, Folkehelseinstituttet, fyrr í vikuni, skrivar NRK.

Steinar Madsen leggur dent á at hesi hjáárin eru sjáldsom, og at tað eru fleiri túsund skroypiligir, eldri borgarar, ið eru koppsettir uttan at tað fekk fylgjur.

Við “skroypiligar” meinar hann við sjúklingar við álvarsligum hjartasviki, demens, KOL og øðrum lívshættisligum sjúkum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

39 Leygardagur 16. Jan 2021

Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðisløn landsins

Listagávurnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir halda á at gleða og kveikja okkum í øllum lívsins viðurskiftum, tí hon hevur myndprýtt alt frá frítíðarskúla, fólkaskúla, miðnámsskúla til eldrabýli, sjúkrahús og kirkju

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sigrun Gunnarsdóttir fekk á hátíðarhaldi í Løkshøll mikukvøldið handað Mentanarvirðisløn landsins fyri 2020 frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkis- og mentamálum.

Í grundgevingini fyri, at Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina, stendur soleiðis:

Sigrun Gunnarsdóttir hevur alt sítt lív teknað, málað og skapað. Hon er egin við sínum líkningasøguligu málningum, sum varpa ljós á lívsins stóru spurningar um upphavið, undurfulla lívið og deyðan.   

Sigrun Gunnarsdóttir, hvørs myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara, er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og súmbolska myndamáli. 

Listakvinnan hevur sagt, at listin er hjartað, hon letur úr og gevur okkum. 

Hon hevur eisini sagt, at tað, ið hjartað sær, gloymist ei. Og list hennara krevur júst av okkum, at vit síggja hana við hjartanum fyri at fáa stóru upplivingina.

Listagávurnar hjá Sigrun Gunnarsdóttir halda á at gleða og kveikja okkum í øllum lívsins viðurskiftum, tí hon hevur myndprýtt alt frá frítíðarskúla, fólkaskúla, miðnámsskúla til eldrabýli, sjúkrahús og kirkju. 

Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins.

Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 150.000 krónur.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, bar fram eina heiðurskvøðu til Sigruna.

Á hátíðarhaldinum vóru eisini tónleikaframførslur við bólkinum Zamar, Enekk og operasangarinnuni Biritu Adelu

Myndirnar hevur Andri Gerðisá tikið

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Karina Lykke Grand

[object Object]Birita Adela

[object Object]Kári Sverrisson, Enekk

[object Object]Zamar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

40 Leygardagur 16. Jan 2021

Arkitektur fekk Heiðursgávu landsins

Fyri byggilistarligu avrikini, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fær Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020

Ósbjørg Jacobsen (Mynd: Andri Gerðisá)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, handaði mikukvøldið Ósbjørn Jacobsen, arkitekti, heiðursgávu landsins fyri 2020.

Ósbjørn Jacobsen hevur í drúgva tíð gjørt vart við seg bæði her heima og uttanlands. Til dømis hevur hann teknað sermerkta býráðshúsið í Eystur kommunu og verið við til til at tekna víðagitnu Hørpuna í Reykjavík.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

Ósbjørn Jacobsen er byggilistarligur úrmælingur, ið arbeiðir við byggilist, býarbygging og býarplanlegging.

Larmandi stórbæri og poesi, inniligar landslagsrytmur og bygningar, ið eru sprotnir úr náttúru og umhvørvi, eyðmerkja byggilistina hjá Ósbjørn Jacobsen. Forvitni og evni hansara til at bera føroyska byggilistarliga mentanararvin inn í okkara tíð eru eyðsýnd.

Høvuðsverkið higartil er víðagitna Harpan í Reykjavík, sum hann saman við øðrum vann hægstu evropeisku arkitektavirðisløn fyri. 

Einsamallur ella saman við øðrum hevur hann vunnið fleiri kappingar. Altjóða kapping um miðbýin í Klaksvík, har fleiri enn 150 uppskot komu inn og uppskot til miðbýin í Runavík og í Havn, hvørs planlegging um býarrúm er til stóran íblástur. 

Ósbjørn Jacobsen arbeiðir hegnisliga og við nærlagni í teimum smáu eins væl og teimum heilt stóru verkætlanunum. Arbeiðslag og hugburður eru eins, sama um hann arbeiðir við sethúsum, ið eru karmur um gerandisdagin hjá fólki, sermerktu Býráðshúsunum í Eysturkommunu ella bergtakandi Hørpuni í Reykjavík.   

Úr Syðrugøtu arbeiðir Ósbjørn Jacobsen á altjóða pallinum, har hann ofta vinnur uppgávur, sum tey fægstu fáa atgongd til. 

Fyri byggilistarligu avrikini, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fær Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020.

Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur.

Eyðun Eliassen, arkitektur, sum las saman við Osbirni á arkitektaskúlanum í Aarhus, helt heiðursrøðuna.

Andri Geriðsá tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

41 Leygardagur 16. Jan 2021

Serstaka heiðurslønin latin Biritu Poulsen

Unga Birita Poulsen, hevur seinastu árini prógvað seg sum sera gávaðan sopran

(Mynd: Andri Gerðisá)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Serstaka mentanarvirðisløn landsins varð mikukvøldið heiðra ungu sangarinnuni Biritu Poulsen, ið seinastu árini hevur prógvað seg sum sera gávaðan sopran. 

Birita Poulsen er undir útbúgving til operasangara í Týsklandi og hevur har fingið fleiri góð ummæli fyri sínar framførslur. Í Føroyum hevur hon frá heilt ungum árum gjørt vart við seg, til dømis í kappingini Stella Polaris.

Tað er eyðsýnt, at Birita Poulsen hevur viljan til at tvinna góðu sangevnini saman við hørðum arbeiði fyri áhaldandi menning. Fyri eggja ungu songkvinnuni til, fekk hon í kvøld serstøku virðisløn landsins.  

Grundgevingin var soljóðandi:

Tað varð ikki kvøðið yvir vøgguni hjá Biritu Poulsen, at yrkisleiðin skuldi vera innan klassiskan tónleik. Men í Meginskúlanum á Sandi varð brennandi áhugin fyri tónleikinum og serliga operuni kveiktur. 

18 ára gomul leitaði hon sær sangundirvísing, og tað var eyðsæð, at hon hevði óvanliga góðar gávur at syngja klassiskt. Á viðurkenda Hanns Eisler tónleikaakademinum í Berlin hevur hon seinastu árini ment seg og nomið sær bachelorútbúgving. Nú er hon undir masterútbúgving í operasangi.

Tó at unga songkvinnan serliga hevur lagt seg eftir opera, røkka evnini eisini til oratoriur og annan sang, og fyri leiklutir sínar á fremmandum pallum vinnur hon viðurkenning og góð ummæli.

Í Føroyum telist hon ímillum tey fáu, sum hava givið føroyingum upplivingar í klassiskum sangi og opera, og hon hevur soleiðis ríkað okkum tónleikaliga við framførslum sínum - bæði einsamøll og saman við øðrum. 

Birita Poulsen hevur tríggjar ferðir verið í finaluni í Stella Polaris, og hon hevur tvær ferðir sungið fyri Margrethu Drotning.

Fyri klassiska sangin og operuna, sum Birita meistrar so væl, og fyri at kveikja og stuðla upp undir framhaldandi yrkisligu leiðina fær unga sopranin Serstøku virðisløn landsins 2020.

Serstaka virðislønin er 50.000 kr., og hon verður latin listafólki, sum hevur víst serliga góðar gávur innan sítt øki, og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Eftir at Jenis av Rana hevði handað virðislønina bar Jens Andreassen Biritu eina takkarkvøðu, og umframt at takka, sang Birita eisini eina vakra ariu saman við Mathiasi Kapnas við klaverið. 

Myndirnar hevur Andri Gerðisá tikið

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

42 Leygardagur 16. Jan 2021

Nýggjur ungdómsmiðil hjá KVF farin í luftina

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at seta á stovn ein miðil til ungdóm í Føroyum, og í gjár var løtan komin, har nýggi miðilin fór í luftina. Tað er Kringvarp Føroya, sum varðar av nýggja miðlinum, sum hevur fingið heitið Biit

(Mynd: Kringvarp Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Biit er eitt felags forum fyri føroyskan ungdóm, har til ber at finna originalt og gott tilfar um eitt ættarlið, sum annars ikki er til staðar í miðlamyndini. Eitt stað, har ung kunnu síggjast, hoyrast og skapa tilfar. Eitt stað, sum skapar pláss og møguleikar.   

Biit verður rikið av 15 spyrjandi ungdómum, sum koma úr øllum Føroyum. Tey eru millum 15 og 25 ár. Tað eru eisini hesi ungu, sum framleiða alt tað tilfar, sum er at finna á Biit. Talan er um poddvarpar, video og greinar. Tilfarið skal upplýsa, undirhalda og eggja til kjak. Einki evni er ov lítið og einki ov stórt.

- Vit eru sera fegin um og ikki minst errin av nýggja ungdómsmiðlinum. Hesi ungu hava arbeitt leingi og hart, og hetta er teirra miðil. Tað er við stórum spenningi, at vit nú kunnu loyva ungdóminum framat og geva teimum ungu eitt pláss í føroysku miðlamyndini. Kappingin um miðlabrúkaran er gróthørð, tí stóru altjóða stroymingartænasturnar varpa so nógv tilfar inn á føroyska økið. Tí er alneyðugt við einum føroyskum public service-tilboði, sum eggjar teimum ungu at kjakast um viðurskifti úr teirra gerandisdegi, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya.   

- Tey ungu mugu sleppa at liva í síni samtíð og framleiða miðlatilfar, sum tey kenna seg aftur í og halda vera áhugavert. Sum stovnur miða vit eftir at framleiða dygdargott miðlatilfar til ung, sum fevnir um alt frá tí absurda til tað seriøsa. Tað hevur samfelagsligan týdning fyri bæði mál og mentan, at ung framleiða miðlatilfar til ung á føroyskum, og at ung verða tikin í álvara, sigur Kári Sólstein, leiðari á mentanardeildini.

Biit.fo er í fyrstu atløgu sniðgjørd einans til at verða vitjað á fartelefonini. Harumframt er Biit sjálvandi eisini at finna á sosialu miðlunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2021

43 Leygardagur 16. Jan 2021

Absurd komedia á Tjóðpallin

“Um at vera menniskja” byggir á trífilmaverkið hjá svenska filmsleikstjóranum Roy Anderson

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt svensk komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ”Sånger från andra våningen”, ”Du levande” og ”En duva satt på en gren och funderade på tillvaron”.

Norski leikstjórin og leikritahøvundin, Torfinn Nag, hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum verður frumsýndur á Tjóðpallinum 23. januar.

Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur, og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burtur úr filmstriologiini.

Pallmyndin hjá Edward Fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.

Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum – hóast hon er fullkomiliga absurd – nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.

Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor. 

Tey, ið leika, eru: Herfinnur Árnafjall, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Laura Joensen, Edith Dahl Jakobsen og Esther á Fjallinum

Leikstjórn og handrit: Torfinn Na

Pallmynd: Edward Fuglø

Ljóssniðgevi Turpin Napoleon Djurhuus

Myndir og video: Allan Dalsgarð

[object Object]
 
[object Object]
 
[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

44 Leygardagur 16. Jan 2021

Hans Andriasarhús verður virkið hús innan skaldskap og sjónleik

MÁF og Tórshavnar kommuna hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið koma eisini at húsast Undir Pisuvarða 2, og virksemið í húsinum er endurskipað

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni hevur Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya (MÁF) skrivað undir leigusáttmála um hølir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2. Felagið hevur verið í húsinum síðan í nítiárunum í samstarvi við Havnar Sjónleikarafelag.

Nú er virksemið í húsinum endurskipað, kemur umframt MÁF eisini Rithøvundafelag Føroya og Leikarafelagið at húsast í húsinum. Harumframt kemur Tórshavnar býarsavn at taka sær av Góðustovu, har ymiskt søguligt er í sambandi við skaldskap og lív hjá Hans Andriasi Djurhuus og konuni Petru. 

Ætlanin er at húsið skal gerast eitt virkið hús innan skaldskap og sjónleik. Eisini eru ætlanir um at hava opið hús fyri almenninginum eina til tvær ferðir árliga.

[object Object]
Ingun Christensen, dagligur leiðari í MÁF og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

45 Leygardagur 16. Jan 2021

Javnleikur í Vági og í Høllini á Hálsi

VB fekk eitt stig, tá oddaliðið vitjaði, og StÍF fekk eitt stig við sær eftir góðan endaspurt móti Neistanum. Í Klaksvík vann H71 í málríkum dysti. Nú er støðgur í kappingini til síðst í februar

H71 varð einasta liðið, sum fekk tvey stig. Tað var serliga takkað 14 málum frá Janu Mittún, ið Stjørnan ikki fekk støðgað (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fult umfar í SMS-deildini í hondbólti hjá kvinnum varð leikt sunnudagin. Eitt heldur merkisvert var, at tveir dystir endaðu við javnleiki.

Undanfarna vikuskifti tapti VB fyri Stjørnuni, tá botnliðið vitjaði í VB. Sunnudagin var oddaliðið Kyndil í VB-høllini. Hóast Nadja Pejovic skoraði heili 13 mál, so vórðu tvey mál í seinastu tveimum minuttunum hjá teimum í grønum neyðug fyri at fáa eitt stig við aftur til høvuðsstaðin: VB var á odda 23-21, men so skoraði Pejovic tvær ferðir.

StÍF vitjaði Neistan, og eisini í Høllini á Hálsi fingu liðini eitt stig hvør: Neistin skoraði 12 ferðir í fyrra hálvleiki og 8 í seinna - StÍF skoraði átta ferðir í fyrra hálvleiki og 12 ferðir eftir steðgin. Tá fýra minuttir restaðu í, legði Neistin seg á odda 20-17, men útiliðið stríddi seg til ein javnleik við trimum teimum seinastu málunum í dystinum.

Í Klakvík komu yvir 60 mál. H71 var á odda allan vegin, men Stjørnan hekk væl í so at siga allan dystin. Millum annað eydnaðist 7 ímóti 6 spælið hjá heimaliðnum fyri tað mesta heilt væl, men í hinum endnaum eydnaðist tað ikki støðga sterku baktekuni hjá H71. Serliga var 17-ára gamla Jana Mittún í hopla. Hon fekk 14 mál, og H71 nærkast Kyndli.

Myndir frá dystinum

Hetta var seinasta umfarið í deildini áðrenn steypakappingin av álvara fer í gongd. Harvið verður ein støðgur í landskappingini fram til endan av februar.  

Sunnudagin 10. januar:
Neistin - StÍF 20-20 (12-8)
Toppskjúttar: Haruka Gima 10 mál, Marjun Danberg 7 mál

VB - Kyndil 23-23 (14-13)
Toppskjúttar: Nadja Pejovic 13 mál, Helga Kjærbo 7 mál

Stjørnan - H71 29-33

Toppskjúttar: Jana Mittún 14 mál, Maria Halsdóttir Weyhe og Katrin Bertholdsen 8 mál

Støðan:
Kyndil 23 stig (14 dystir)
H71 21 stig (14 dystir)
Neistin 19 stig (14 dystir)
StÍF 14 stig (15 dystir)
VÍF 10 stig (13 dystir)
VB 9 stig (15 dystir)
Stjørnan 4 stig (14 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2021

46 Leygardagur 16. Jan 2021

Kára Djurhuus skal spæla í Italia

23-ára gamli landsliðsleikarin hevur skrivað undir sáttmála við Pomigliano, sum stríðist fyri at koma upp í Serie A

Kára spældi fýra A-landsdystir í fjør og er skrásett fyri 20 ungdómslandsdystir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyski fótbóltsleikarin Kára djurhuus hevur gjørt sáttmála við italska fótbóltsfelagið Pomigliano.

Pomigliano er beint við Napoli. Liðið er í næstbestu deildini, og liggur til uppflyting til Seriu A, og nú er tað komið uppá pláss, at føroyski landsliðsmiðvallarin skal hjálpa liðnum við tí.

Kára Djurhuus er úr Kollafirði og er uppvaksin í EB/Streymi. Kára var við til at vinna greipuna við EBS/Skála í 2017 og 2018. Í fjør spældi hon við HB. Samanlagt hevur Kára, ið fyllur 24 ára seinni í vikuni, spælt 129 dystir í Betrideildini og hevur skorað 29 mál sambært FaroeSoccer.

Seks ferðir hevur hartarbeiðandi miðvallarin spælt í Champions League, og Kára Djurhuus fekk í fjør sínar fyrstu fýra A-landsdystir.


[object Object]
Kára Djurhuus spældi í fjør 21 dystir og skoraði sjey mál fyri HB. Hon legði eisini upp til fýra mál í reyðu troyggjuni (Mynd: Sverri Egholm)





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2021

47 Leygardagur 16. Jan 2021

Sonni Ragnar til Dundalk

Føroyski landsliðleikarin fer aftur at royna seg uttanlands. 26-ára gamli miðverjin hevur skrivað undir sáttmála við írska felagið, ið sló KÍ út úr playoff-umfarinum í Europa League, og sum eisini hevur gjørt sáttmála við Ole Erik Midtskogen í vetur

Sáttmálin millum Sonna Ragnar Nattestad og írska felagið er í fyrstu syftu galdandi fyri 2021. Venjarin hevur hildið eyga við føroyingunum í longri tíð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta vetur vendi Sonni Ragnar Nattestad aftur til Føroyar eftir sjey ár uttan fyri landoddarnar. Har royndi høgi miðverjin seg í Danmark, Íslandi og Noregi, og hann spældi millum annað 21 dystir í teimum báðum ovastu donsku deildunum.

Sonni Ragnar kom í fyrstu syftu til FC Midtjylland úr 07 Vestur, og var eisini tvær reisur hjá AC Horsens, har miðvingurin var liðfelagi við Hall Hansson.

Í 2017 keypti Molde, ið tá hevði Ole Gunnar Solskjær sum venjara, føroyska landsliðsmiðverjan, ið hevði gjørt vart við seg á júst A-landsliðunum í árunum frammanundan. Júst hetta keypið kemur Filippo Giovagnoli, venjari hjá Dundalk FC úr Írlandi, inn á, tá hann á heimasíðu sínari lýsir sítt nýggja keyp:

- Sonni er ein landsliðsleikari, ið harvið hevur altjóða royndir. Hann var eitt stórt talent sum ungur og fór til Danmarkar, Ísland og síðani til Noregs at spæla, har Ole Gunnar Solskjaer keypti hann. 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 31 A-landsystir og skorað tvey mál (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Ragnar fekk ongan dyst fyri besta liðið hjá Molde - millum annað orsakað av skaðum - og varð leigaður út til Aalesund í næstbestu deildini. Tíðliga í 2019 skifti verjuleikarin til Fredericia í Danmark, men tað samstarvið helt bert eitt hálvt ár. Í fjør spældi Sonni Ragnar Nattestad 27 dystir fyri B36, har hann millum annað var við til at spæla liðið víðari tríggjar ferðir í Europa League.

Tað lá ikki í kortunum, at hann fór at halda fram, og nú er greitt, at Sonni Ragnar aftur skal spæla uttanlands:    

- Hann er ógvuliga stórur, 198 sentimetrar, og sterkur. Hann er vinstrabeintur, skjótur og sterkur á bóltinum, og hann er júst tað slagið av miðverja, ið vit hava leitað eftir. Eg eri sera glaður fyri, at hann hevur skrivað undir við Dundalk og gleði meg at fáa hann í hópin, sigur Giovagnoli.

Nýggi venjarin hjá Sonna Ragnar Nattestad sigur eisini, at hann hevur hildið eyga við føroyska verjuleikaranum í langa tíð. 1. oktober í fjør leiddi Giovagnoli Dundalk til sigurs móti KÍ í  playoff-umfarinum í Europa League.

Harvið spældi liðið í bólkaspælinum í vetur - móti Arsenal, Molde og Rapid Wien. Einki stig kom til høldar. Dundalk endaði nummar trý í írsku deildini, og skal harvið aftur spæla í Europa League í summar.

Tað verður við Sonna Ragnari Nattestad í hópinum. Hann hevur skrivað undir ein eitt-árs sáttmála - við einari "optión" at leingja avtaluna við einum ári tilknýtta. Ole Erik Midtskogen er eisini tilnýttur Dundalk til komandi kappingrár. Høgi og sterki norski áleyparin skoraði fyri KÍ móti Dundalk í fjør og gav føroysku verjunum høvuðbrýggj seiansta kappingarár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2021

48 Leygardagur 16. Jan 2021

Spennandi at royna eitt slíkt ævintýr

- Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg, sigur nýggi venjarin hjá HB

Jonas Dal Andersen (Mynd: Hb.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB kunngjørdi farna vikuskiftið, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við danan Jonas Dal Andersen. Hetta kom eftir, at tað fyrr í vikuni gjørdist greitt, at venjarin í fjør, Jens Berthel Askou, gavst.

– Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva um, at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg. Eg gleði meg eisini at sleppa út í Evropa at royna meg. Harumframt helt familjan, at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.

Eg veit at HB altíð strembar eftir at vinna. Hetta er eitt felag við stórum ambitiónum. Tað merki eg, bæði tá eg tosi við fólk í felagnum, men eisini tá eg tosi við onnur, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti. Her fer man eftir at vinna meistaraheitið hvørja ferð. Og tað vil eg eisini, sigur hann.

Jonas Dal Andersen sigur eisini, at hann fer eftir at spæla álopssinnaðan fótbólt, eins og HB gjørdi í fjør.

- Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar, og fari at hyggja eftir hvar vit kunnu gerast enn betri. Men tit skulu vænta at síggja álopssinnaðan fótbólt, sigur Jonas at enda við heimasíðuna hjá HB.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2021

49 Leygardagur 16. Jan 2021

Patrik fer aftur til norskan fótbólt

Seinastu tvey árini hevur tvøramaðurin spælt við KÍ - komandi árið skal landsliðsleikarin spæla við Egersunds í triðbestu norsku deildini

Patrik Johannesen - her í dystinum móti Dinamo Tbilisi har hann skoraði eitt av sínum fýra málum, sum tvøramaðurin hevur tilsamans í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør varð Egersunds IK ov stutt til uppflyting úr triðbestu norsku deildini - Rógvi Baldvinsson og Bryne vóru sterkast. Í royndini at flyta upp til OBOS-deildini hevur Egersunds nú tryggjað sær ein føroyskan landsliðsleikara.

Talan er um Patrik Johannesen. 25-ára gamli tvøramaðurin hevur ynkst at farið út um landoddarnar at spæla aftur eftir tvey ár, 65 dystir, 25 mál, eitt FM og fleiri evropeiskar sigrar við KÍ, har álopskendi og ágangandi leikarin fyri tað mesta spældi á vinstra vongi.

Heimasíðan hjá Egersunds kunngjørdi hósdagin skiftið, og at partarnir hava gjørt ein eitt-árs sáttmála. Patrik er álopskendi styrkurin hjá liðnum, sum hevur verið í triðbestu deildini síðani 2012 - Jann Benjaminsen skal eisini spæla í deildini, við Hødd, komandi kappingarár.

Venjarin, Aleksander Midtsian, lýsir Patrik sum ein hartarbeiðandi og klókan áleypara, ið kann hava fleri leiklutir í álopsspælinum og sum er sera dugnaligur at avslutta. Leikarin sigur við heimasíðuna, at tað serliga var leikhátturin, ið fangaði hansara áhugað. Tvøramaðurin sigur eisini, at hann metir, at felagið hevur góð mál fyri framtíðini, og at hetta var rætta tíðspunktið at næsta fetið á yrkisleiðini.

Í 2018 var Patrik Johannesen eisini í Noreg. Hann umboðaði Florø í næstbestu deildini níggju ferðir - skaðar forðaðu fyri at landsliðsleikarin fekk ein størri leiklut.

Í heyst spældi Patrik fýra landsdystir. Samanlagt er hann skrásettur fyri 10 A-landsdystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2021

50 Leygardagur 16. Jan 2021

KÍ skrivað undir við norðmann

Klaksvíkingar hava tryggjað sær ein 192 sentimetra høgan áleypara

Ivar Sollie Rønning
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

27 ára gamli norðmaðurin, Ivar Sollie Rønning gjørdi mánadagin árssáttmála við KÍ, boðar felagið frá á heimasíðuni.

Hetta er ein maður, sum í øllum førum skal tryggja KÍ nøkur mál hetta kappingarárið.

Ivar er ein 192 sentimetra høgur áleypari, sum er kendur fyri at gera mál, sigur KÍ um leikaran, sum er føddur í Levanger, har hann eisini spældi tey fyrstu árini, áðrenn hann í 2016 skifti til HamKam í næstbestu norsku deildini. Fyri HamKam spældi hann 77 dystir og skoraði 45 mál.

Í 2019 skifti Ivar til Ranheim sum spældi í Elituseriuni í Noreg. Har spældi hann 37 dystir og skoraði 13 mál.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

51 Leygardagur 16. Jan 2021

B36 hevur gjørt eitt-árs sáttmála við danskan miðverja

27-ára gamli Lukas Enevoldsen hevur spælt beint undir 100 dystir í næstbestu donsku deildin,i og spældi í eina tíð undir liðuni á Jesper Brinck í miðverjuni hjá Brabrand

Lukas Enevoldsen hevur seinastu tvey-árini spælt fyri FC Fredericia. Hann og B36 hava gjørt ein eitt-árs sáttmála
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna vikuskiftið varð endaliga greitt, at Sonni Ragnar Nattestad aftur fer av landinum at spæla. Andrias Eriksen er framvegis skaddur og ivasamur til kappingarbyrjan, tað er ikki vist, um Erling Dávidsson spælir í felagnum næsta ár, og Bjarni Petersen er á veg aftur frá skaða. Harvið eru ymisk ivamál um miðverjuna hjá B36.

Felagið hevur nú tryggjað sær ein dana, ið hevur royndir úr næstbestu deildini í heimlandinum. 27-ára gamli Lukas Enevoldsen hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri FC Fredericia, sum hann hevur umboðað 30 ferðir í Nordic Bet deildini.

Samanlagt hevur 192 sentimetra høgi verjuleikarin spælt 95 dystir í næstbestu donsku deildini, og eisini nakrar í 2. Division. Lukas Enevoldsen hevur millum annað spælt saman við Jesper Brinck, ið seinastu tvey árini hevur umboðað KÍ, í Brabrand. 

- Vit hava hugt eftir Enevoldsen í fleiri vikur nú, og fegnist eg um, at B36 hevur fingið hetta í hús. Hann er ein hartarbeiðandi og sterkur miðverji við rætta hugburðinum. Hann er ikki bangin fyri at fara í nærdystirnar, og so er hann ein fínur fýrur eisini. Hann hevði onnur tilboð, men helt at hendan avbjóðingin var tann mest áhugaverda”

Hetta sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36, við facebook-síðu felagsins. Partarnir hava gjørt ein eitt-árs sáttmála.

Hetta er annar leikarin, ið B36 higartil hevur fingið úr Danmark til komandi kappingarár. Hin er miðvallarin Mathias Thrane.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2021

52 Leygardagur 16. Jan 2021

Súni Olsen skal standa á odda fyri víkingakvinnum

Víkingur, sum er farin úr samstarvinum við ÍF og B68 um felagslið, hevur sett navn á venjaran fyri 2021

Súni Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ein kendur maður í Sarpugerði, sum fer at standa á odda fyri Víkingakvinnum, sum nú standa á egnum beinum aftur eftir at hava havt samstarv við ÍF og B68 um felagslið.

- Felagið er farið undir at leggja størri dent á menningina á gentu- og kvinnusíðuni, og fyrsta stigið er tikið, við at vit í 2021 koma at hava okkara egna lið á kvinnusíðuni, eftir at vit í fleiri ár hava samstarvað við onnur feløg. Sum liður í hesum, fegnast vit um at hava fingið Súna Olsen sum høvuðsvenjara, skrivar Víkingur í fráboðan.

Súni Olsen hevur seinnu árini vant besta kvinnuliðið hjá B36.

[object Object]

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2021

53 Leygardagur 16. Jan 2021

Manchester United er nú oddalið

Málið hjá vælupplagda Paul Pogba var nóg mikið hjá liðnum hjá Solskjær í Burnley - Everton er eisini heilt væl við í oddinum eftir sigurin á Wolverhampton, og Sheffield United vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum

Mynd: EPA
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dystir vórðu leiktir í Premier League týskvøldið.

Byrjað var í Sheffield, har heimaliðið í átjandu royndini í kappingarárinum fekk ein sigur. Liðið hjá Chris Wilder, ið tók øll á bóli fyrsta partin av kappingarárinum í fjør, hevur havt tað ógvuliga trupult í ár. Men týskvøldið móti Newcastle var Sheffield United í yvirtalið allan seinna hálvleik, fekk og skoraði uppá eitt brotsspark, og kanska eru ljóasari tíðir fyri framman í Sheffield.

Feløgini í Liverpool eru nú næstan púra jøvn. Tað er greitt, eftir at Everton vann 2-1 á Wolves. Verjuleikarin Micheal Keane gjørdist sigursharrin, við máli tá beint undir eitt korter var eftir. Everton er nú í topp-fýra - bert eitt stig aftanfyri Liverpool.

Frammanfyri Liverpool er nú Manchester United. Fyri fyrstu ferð síðani 2012-2013, tá felagið seinast gjørdist meistari, er Manchester United á odda í Premier League so seint í einum kappingarárið.

Útiliðið var greitt omaná í Burnley, men fekk ikki hol á fyrr enn tjúgu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Marcus Rashford fann væl Paul Pogba, sum av brotsteigmarkinum fluktaði. Bólturin fór umvegis eitt Burnley-bein millum beinini á Nick Pope, og vælleikandi Pogba skoraði einsamalla málið í dystinum.

Sunnudagin bresta United og Liverpool saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2021

54 Leygardagur 16. Jan 2021

Undantaksstøða í Tokyo: Ógreitt um OL verður í summar

Tað er ikki vist, at tað fer at bera til at hava OL í Tokyo í summar, sigur limur í Altjóða Olympisku Nevndini

Odaiba Marine Park, Tokyo (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Orsakað av økta smittutýstinum í Japan, heittu fleiri guvernørar á stjórnina um at lýsa undantaksstøðu í Tokyo og fleiri øðrum býum, og tað valdi japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, at gera síðsta vikuskifti.

Sum smittutrýstið økist, gerst tað eisini meira sannlíkt, at olympisku leikirnir í Tokyo mugu útsetast enn einaferð ella avlýsast.

Upprunaliga skuldi OL verða á sumri í 2020, men orsakað av covid-19 varð avgerð tikin um at útseta leikirnar í eitt ár. Eftir ætlan skal OL verða í døgunum 23. juli til 8. august 2021.

Men sambært Dick Pound, ið er limur í Altjóða Olympisku Nevndini, (IOC), er tað ikki vist, at tað fer at bera til at hava OL í Tokyo í summar.

Japanskir politikarar og olympisk embætisfólk hava annars higartil sagt, at OL verður í ár, men sambært Jyllands-Posten, ásannar mann, at endaliga avgerðin enn ikki er tikin.

Meiningakanningar vísa eisini, at ein meiriluti av japanska fólkinum ikki ynskir, at leikirnir skulu halda fram sum ætlað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2021