Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 23. Jan 2021 | Nr. 4 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Nú er pylsuvognurin burtur

SMS fer nú ígongd við at um- og útbyggja Angus-matstovuna. Pláss verður eisini fyri nýggjum pylsuvogni – tó í øðrum líki

SíÐa 3

1 Leygardagur 23. Jan 2021

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Oddagrein

So be it

Tingmenn fyri Miðflokkin og Fólkaflokkin eru sannførdir. Atkvøður ein samgongutinglimur fyri einum uppskoti, sum er lagt fram av andstøðuni, so er viðkomandi ikki at rokna sum partur av samgonguni. Og í ringasta føri: So er ongin samgonga.

Teir hava fullan rætt at frambera hesa hóttan, tí í samgonguskjalinum við heitinum “Eitt samfelag í heimsflokki”, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skrivaðu undir 14. september 2019, stendur longu í sætta broti: “Í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar”.

Hvussu hetta ber boð um eitt samfelag í heimsflokki, er ringt at fáa eyga á.

Tí tað er ongin heimsflokkur yvir nakran politikara, ið ikki hevur onnur argument ímóti eini skilagóðari ætlan enn, at tað ikki eru røttu persónarnir, ið hava lagt hana fram.

Tað, sum teir átta tinglimirnir í andstøðuni vilja er ikki annað enn – sum Annika Olsen so rætt segði í Degi og Viku hóskvøldið - “at javnseta øll børn í Føroyum”.

So leingi sum øll børn ikki eru javnsett, so er samfelagið jú ikki í heimsflokki.

Tí er tað púra óskiljandi, at ábyrgdarfullir politikarar nú taka allan meiriluta í løgtinginum sum gísla fyri at forða nøkrum teirra at viðgera allar nýføddar føroyingar eins.

Vit velja ikki sjálvi okkara foreldur ella familju. Men fyri tað skal lóggávan í einum landið, sum sigur seg vera í heimsflokki, ikki revsa eitt barn tí at tað ikki hevur foreldur av hvør sínum kyni.

Uppskotið er ikki so torskilt. Tað snýr seg um nakað so einfalt sum eina tillaging í løgtingslógini um barsilsskipan, har eitt ískoyti sigur: “Í teimum førum, har talan er um tvey av sama kyni, ið hava fingið barn saman, verða reglurnar eftir hesi lóg tulkaðar eftir somu treytum, sum hjá hinskyndum foreldrum.” Hvussu í allari víðu verð kann hetta gerast eitt stórpolitiskt mál, sum kann kollvelta eitt annara skilagott samgonguskjal?

Og hvussu í allari víðu verð sleppa samgongutinglimir í almenna kringvarpinum at klikkja niður á samgongufelagar við skuldsetingum um illoyalitet uttan yvirhøvur at verða bidnir um at siga okkum hví øll børn í Føroyum ikki skulu javnsetast?

Klárar ein samgonga við ætlanir um eitt heimsklassa samfelag ikki eina so óskylduga roynd sum hesa at bøta um viðurskiftini hjá okkara børnum, so kunnu vit ikki annað, enn taka undir við sambandstingmanninum, sum torir at standa móti stívrendu konservatismuni - “so be it!”  

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6231

    Lisnar síður: 35535

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    redaktion@knassar.fo

    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    ingi@knassar.fo

    tel. 22 22 73

  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    borgar@knassar.fo

    tel. 23 66 01

    Birgir Waag Høgnesen

    Lýsingarráðgevi

    birgir@knassar.fo

    tel. 28 44 44

2
Leygardagur 23. Jan 2021

Føroyingur byggir størsta uppsjóvarskip í danska flotanum

Føroyingurin Gullak Madsen hevur búð í Hirtshals síðan 1988, og seinni í ár yvir tekur hann størsta uppsjóvarskipið í danska flotanum

Mynd: Karstensens Skibsværft)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan verður um ein nýbygning, sum er knappar 90 metrar langur, og heili 17 metrar breiður. Sáttmálin varð undirskrivaður 12. november í 2019, og nýbygningurin skal eftir ætlan latast reiðarínum Ruth AS í juli í ár.

Hetta er annar nýbygningurin, sum Gullak Madsen letur byggja, og eins og undanfarni nýbygningurin, er tað Karstensens Skibsværft í Skagen, sum hevur staði fyri sniðgevingini, og byggingini. Skrokkurin er júst sjósettur í Gdynja í Pólandi, og skal nú sleipast til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

[object Object]Gullak Madsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan er um eitt framkomið uppsjóvarskip, sum hevur alla ta nýggjastu tøknina, og bestu køliskipanina, sum man fær í dag, so í alt er talan um eitt sera framkomið uppsjóvarskip, sum Gullak Madsen fær handað í summar.

Gamla Ruth, sum varð bygd í 2016, og varð í februar í fjør seld til Norges. Í hesum sambandi yvirtók Gullak Madsen eitt eldri uppsjóvarskip hjá keyparanum, sum fekk navnið Ruth, og skuldi fiska kvoturnar til nýggja skipið kom í danska flotan.

[object Object]Gamla Ruth á Havnini í 2016 (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gullak Madsen flutti úr Føroyum til Danmarkar í 1988, har hann samstundis byrjaði sítt virksemið.

Hann keypti uppsjóvarskipið Marie Polaris, sum fekk navnið Ruth, og var tann fyrsta í røðini.

[object Object]Fyrsta Ruth (Mynd: Shipspotting.com)

Tað gekk ikki long tíð, so valdi Gullak at skifta skipið út, og í 1990 keypti hann eitt nýggjari uppsjóvarskip úr Føroyum, sum fekk navnið Ruth, og skuldi avloysa eldra skipið. Triðja Ruth kom í 1998, tá ið hann keypti norska uppsjóvarskipið Ordinat, og í 2009 yvirtók Gullak Madsen aftur eittt nýggjari skip. Aftur hesaferð var talan um eitt skip, sum kallaðist Ordinat, og her gekk undanfarna Ruth í býtið við nýggja skipið.

[object Object]Onnur Ruth (Mynd: Shipspotting.com)

[object Object]Triðja Ruth (Mynd: Shipspotting.com)

[object Object]Fjórða Ruth (Mynd: Shipspotting.com)

Hendan Ruth var hjá danska reiðarínum heilt fram til 2016 tá ið Gullak Madsen yvirtók sín fyrsta nýbygning, og seldi sama ár tá verandi Ruth til Pf. Næraberg. Skipið kallast í dag Norðingur.

[object Object]Fimta Ruth. Verður umrødd longur uppi í greinini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sætta Ruth kom í danska flotan í fjør í sambandi við, at Gullak Madsen seldi undanfarnu Ruth til Noregs. Hetta er eitt uppsjóvarskip, sum er bygt í 1997, og sum skal fiska kvotuna hjá reiðarínum til nýggja Ruth kemur í summar.

[object Object]Sætta Ruth (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Talan verður tí um Ruth nummar sjey í røðini, sum Gullak Madsen nú skal yvirtaka í summar. Sigast má, at hetta er eitt skip, sum tekur øll met bæði tá ið talan er um stødd og tøkni.

Skrokkurin á nýggju Ruth er meinlíkur við skrokkin hjá nýggja Christian í Grótinum, sum er næsta skipið, sum skal gerast liðugt á Karstensens eftir at Ruth er handað Gullaki Madsen.

[object Object]Sjeynda Ruth (Mynd: Karstensens Skibsværft)

Stríð í reiðarínum
Gullak Madsen, sum er ein av mest múgvandi vinnulívsmonnunum í Danmark, hevur áður havt samstarvsfelagar inni í reiðarínum, men í dag eigur føroyingurin, saman við konuni, alt virksemið, sum hevur høvðussæti í Hirtshals.

Í fleiri ár átti ein annar føroyingur, Ole Nattestad, eisini í reiðarínum Ruth samstundis, sum hann eisini var annar av skiparunum umborð.

Hetta samstarvið fekk tó ein enda í 2017, tá ið ósemja bleiv millum eigararnar, og Gullak Madsen keypti Ole Nattestad úr reiðarínum fyri umleið hálva milliard krónur.

Danski miðilin finans.dk, skrivaði 13. juni í 2018 eina søgu um stríðið, sum endaði við at Gullak Madsen gjørdist einsamallur eigari í felagnum.

Ole Nattestad keypti seg sambært finans.dk inn í Ruth AS í 2006. Hetta gjørdi hann gjøgnum íløgufelag sítt, Sjey ApS. Ole Nattestad keypti seg inn í reiðaríið saman við einum øðrum, og ætlanin var, at hesir báðir skuldi yvirtaka reiðaríið, tá ið Gullak Madsen fór at gevast við sínum virksemi.

Seinni hendi tó tann broytingin, at Gullak Madsen og Ole Nattestad keyptu triðja partin úr felagnum, og áttu nú felagið tveireinir, men í 2015 stóðst ósemja millum partarnar, og Ole Nattestad varð koyrdur úr starvið sum skipari, og noktaður atgongd umborð á nýggju Ruth, sum skuldi yvirtakast árið eftir.

Skal fiska til ídna og til matna
Skipini hjá Gullak Madsen, sum øll hava havt bíbilska navnið Ruth, hava øll árini avreitt veiðuna bæði til ídna og til matna. Og tað verður eingin broyting nú Gullak Madsen í summar fer at yvirtaka danska flaggskipið í danskari fiskivinnu.

Nýggja Ruth skal fiska bæði makrel, sild og svartkjaft, og veiðurnar skulu landast bæði til ídna og til matna. Her er tað helst svartkjafturin, sum verður landaður til ídna, meðan makrelurin og sildin verða landaði til matna.

Skipini hjá Gullak Madsen hava javnan landað sína veiðu í Føroyum, og helst verður nýggja skipið eisini at síggja um okkara leiðir.

[object Object]
(Mynd: Karstensens Skibsværft)

Tá ið Gullak Madsen yvirtók nýbyggningin í 2016, kom skipið á Havnina, har tað skuldi hava útgerð frá Vónini áðrenn tað fór til fiskiskap. Høvið var hjá áhugaðum at koma umborð og síggja skipið. Nakað, sum vit vónandi eisini sleppa at uppliva við nýggju Ruth í summar.

Mett verður, at Ruth kostar umleið 350 milliónir krónur, sum er áleið 50 milliónur meira, enn undanfarni nýgbygningurin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2021

3
Leygardagur 23. Jan 2021

Nú er pylsuvognurin burtur

SMS fer nú ígongd við at um- og útbyggja Angus-matstovuna. Pláss verður eisini fyri nýggjum pylsuvogni – tó í øðrum líki

Pylsuvognurin í spønum. Myndin varð tikin í gjár, fríggjadagin 22. januar 2021
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fáum døgum síðani stóð at lesa í serliga donskum fjølmiðlum, at pylsuvognurin í sínum danska skapi hevði hundrað ára jubileum. Nærum samstundis bórust eisini boðini um, at seinasti pylsuvognurin, sum var eftir í Havn – Emilia ella pylsuvognurin á kajini – hevði fingið sín deyðadóm.

Í gjár var so ein grabbi settur í pylsuvognin, og løtu eftir lá hann í spønum á økinum, sum í sínari tíð varð sprongt burtur fyri at geva pláss fyri vaksandi virkseminum á bryggjuni í Havn.

[object Object]

Tað er SMS, sum nú hevur yvirtikið økið, sum seinastu tíðina hevur lagt adressu til Angus Steakhoust (fyrrverandi kaffivognin), pylsuvognin og tað, sum einaferð var kaikioskin.

Felagið er nú farið undir eina umbygging av økinum. SMS keypti herfyri Angus Steakhouse, og hevur eisini tikið yvir pylsuvognin og kioskina fyri í staðin at byggja Angus út, so pláss verður fyri fleiri fólkum á matstovuni, eins og talan eisini verður um at endurskapa pylsuvognin – ikki sum ein pylsuvogn – men sum eitt grillstað í endanum av bygninginum, ið vendir inn móti býnum.

Tað er teknistovan Kontrast, sum hevur teknað um- og útbyggingina av upprunaliga kaffivogninum.

[object Object]Bygt verður heilt út móti gonguteiginum við rundkoyringina (Tillagað mynd: teknistovan Kontrast)

Í skjølum frá Tórshavnar kommunu sæst, at upprunaliga var ætlanin at byggja út Angus Steakhouse, so at økið, sum í dag er útisitipláss varð tikið upp í matstovuna, so at hon kemur heilt út móti gongubreytini við rundkoyringina.

Men síðan hevur felagið, ið skal reka matstovuna eisini fingið ræðisrætt yvir økið, har pylsuvognur og kaikiosk einaferð var.

Tekningarnar vórðu tí broyttar, so at talan verður um ein vinkulbygning við eini útbygging inn móti berginum, har pylsuvognurin og kioskin hava staðið.

[object Object]
Tekning: teknistovan Kontrast

Í hesi lonini verður so køkurin, men har verður, sum sagt, eisini ein grillbarr við egnari inngongd, eins og ein avgreiðsla, har kundar kunnu koma at heinta mat, ið er bílagdur út úr húsinum.

Samlaða gólvvíddin á bygninginum verður 262 fermetrar, harav sjálv matstovan verður 113 fermetrar við 80 sitiplássum. Aftur at teimum 262 fermetrunum eru 37 fermetrar í fyrstu hædd, sum í høvuðsheitum verður starvsfólkarúm, framgongur av tekningunum.

Tað er smápartafelagið 12.06.2020 hjá SMS við Niels Mortensen sum stjóra, ið leigar økið,  matr. nr. 600a, frá Tórshavnar havn fyri 55.000 krónur um árið. Leigusáttmálin er galdandi í 20 ár og kann eftir 1. januar 2041 uppsigast av báðum pørtum við seks mánaða freist.

[object Object]
(Mynd: Dave B á TripAdvisor)

Pylsuvognurin á kajini, hvørt veruliga navn var Emilia Fastfood, var væl dámdur av nógvum. Eisini útlendskum ferðafólkum dámdu væl hetta tilboðið um eina góða máltíð í Havn.

Í 2016 skrivaði Portalurin grein um hvussu Emilia var nær við at blanda seg millum bestu matstovurnar í býnum á ferðafólkaheimasíðuni TripAdvisor.

Les: Pylsuvognurin fær óvanliga góð skoðsmál 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2021

4
Leygardagur 23. Jan 2021

Havnarfeløgini vraka framvegis Ovara vøll

15 tons av gummigranuláti kann møguliga loysa trupulleikan

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tórshavnar kommuna hevur góðkenning til nýggja graslíki á Ovara Vølii, men HB og B36 eru framvegis ónøgd við standin á sínum heimavølli. Ein nýggj kanning verður gjørd í næstum, og mentamálaleiðarin sigur, at tey hava 15 tons av gummigranulati tøkt at leggja, sum møguliga kann loysa trupulleikan.

Besta mansliðið B36 skuldi í gjárkvøldið spæla venjingardyst á Tórsvølli - hann varð fluttur til Eiðis vegna frost á vøllinum - og HB tekur í dag ímóti ÍF á tjóðarleikvøllinum. Ikki á Ovara Vølli ið annars er heimavøllur hjá feløgunum. Stóru havnarfeløgini fóru yvir á Tórsvøll at spæla í juli í fjør, meðan graslíki á Ovara Vølli varð skift, og ymiskt varð gjørt við kringumstøðurnar. 

Síðst í august varð kunngjørt, at vøllurin var til reiðar, og eitt lítið hátíðarhald var. Men skjótt kundu feløgini staðfesta, at graslíkið var óbrúkiligt. Vanligt er, at graslíki líka skal "leggja seg", men tað var greitt, at trupulleikin var størri enn so. Teir allarflestu dystirnir í Betrideildini, sum vóru í Havn restina av árinum, vórðu leiktir á Tórsvølli. Menninir hjá B36 leiktu ein dyst móti TB á Ovara Vølli - tað var á einum dagi, har Tórsvøllur var duppultbókaður.

Avgjørt varð, at vøllurin skuldi kannast. Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu greiðir soleiðis frá:

- Tað var danska fyritøkan Laiderz, ið seinasta summar legði nýggja graslíkið á. Arbeiðið var væl frágingið, Fyritøkan SportLabs, ið er óheft, gjørdi eina vallarkanning í oktober. Í endanum av 2020 fingu vit so eina góðkenning frá FIFA. Forsetin Gianni Infantino hevði undirskrivað hana, og hon staðfesti, at einki var galið við graslíkinum, og at hann er góðkendur til evropeiskar dystir.

Feløgini uppliva nakað annað. Vit hava verið í samband við umboð frá HB og B36, ið staðfesta, at tey framvegis ikki uppliva, at teirra heimavøllur er nóg góður at venja og spæla á. Tað er serliga hátturin, ið bólturin ferðast á, ið er trupulleikin sum feløgini hava víst á.

- Tað er torført at greiða frá, uttan at ein sjálvur hevur sæð tað, men eygleiðingin er, at bólturin á ein løgnan hátt skrúvar um seg sjálvan á ein heldur ónátúrligan hátt, sigur Sigurð Ólason Vang.

Mentamálaleiðarin sigur tó, at hetta serliga hendir, tá ferðin fer niður á spælinum. Tá veruligur inntesitetur er á, merkist tað ikki so væl.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

15 tons av gummi eru til reiðar - í holt við at samskipa mai mánaða
Um bestu mansliðini hjá B36 og HB skulu spæla heimadystir á Ovara Vølli fyrstu mánaðir av komandi kappingarári, so er neyðugt at okkurt hendir. Samskifti er ímillum feløgini og kommununa, og sambært Sigurði Vang verður nýggj kanning heilt skjótt, og man er til reiðar við einari møguligari loysn.

- Nú skal ein skjalfesting av verandi umstøðum gerast, har umboð fyri feløgini verða við og eygleiða. Tann kanningin verður gjørd í næstu ella aðru viku. So skal støða takast til, um meira granulatgummi skal leggjast á. 15 tons eru komin til landið, so vit eru til reiðar. So krevst tað bara, at tað  er turt veður í nakrar dagar fyri at koyra tey tonsini í. Vit kunnu ikki vita, hvat kanningin vísur, men vit vóna og vænta, at um tað er nakar trupulleiki, so er loysnin gummi.

Ein trupulleiki, sum eisini er á veg viðvíkjandi vallarviðurskitinum í Gundadali, er, at í mai mánaða skla nýtt graslíki leggjast á Tórsvøll. Hetta arbeiði ferat taka umleið tríggjar vikur, og av tí at Niðari Vøllur framvegis ikki er í fullari stødd, so ber bert til at spæla ellivu ímóti ellivu á Ovara Vølli, har undirlagið sambært feløgunum framvegis ikki er nøktandi. HB og B36 hava eina rúgvu av liðum samanlagt, so nógv skal ganga upp.

- Vit eru í holt við at viðgera, hvussu samskipanin verður í mai. Samskipararnir hjá feløgunum, samskiparin hjá FSF og Ítróttaanlegg hjá Tórshavnar kommunu hava vanliga gott samskifti, og gott samstarv er neyðugt, um vit skulu fáa alt at hanga saman í mai, sigur Sigurð Ólason Vang at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2021

5

Størv

Koordinator (assistent) till generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. mars 2021

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðinum frá 15. juni 2021 til 31. august 2021 í skiftandi vaktum

Meira Umsóknarfreist: 15. mars 2021

KT mennari til Microsoft D365 Business Central

Meira Umsóknarfreist: 14. mars 2021

Starvsfólk at arbeiða í Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu og starvsfólk til vikuskiftis- og avloysarastørv

Meira Umsóknarfreist: 03. mars 2021

Starvsfólk til Dagtilboð fyri minnisveik á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2021

Ergoterapeutur til Heilsu- og umsorganartænastuna

Meira Umsóknarfreist: 21. mars 2021

Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali

Meira Umsóknarfreist: 10. mars 2021

Løgfrøðingur til Lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni

Meira Umsóknarfreist: 22. mars 2021

Starvsfólk við serligum hegni og huga til at arbeiða við ungum við autismu og menningarórógvi

Meira Umsóknarfreist: 03. mars 2021

Høgguslokkur til Knassar

Meira Umsóknarfreist: 12. mars 2021

KT-leiðari til Betri Trygging

Meira Umsóknarfreist: 08. mars 2021

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 16. mars 2021
6 Leygardagur 23. Jan 2021

Varðhaldsfongslaðir fyri hóttanir, harðskap og burturflyting

Fýra menn eru millum annað skuldsettir fyri at hava hótt við at drepa dóttir

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Steinar Patursson

Fýra menn vórðu í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvør.

Ákærin vildi hava menninar varðhaldsfongslaðar í sambandi við eitt mál um rúsevni, harðskap, hóttanir og burturflyting, ella "frihedsberøvelse", sum tað verður kallað í revsilógini.

Talan er um tríggjar føroyingar, sum eru 23, 24 og 28 ára gamlir, umframt ein 46 ára gamlan danskara.

Tveir av føroyingunum, teir 23 og 24 ára gomlu, sita frammanundan varðhaldsfongslaðir fyri onnur mál, sum koyra í løtuni.

Allir tríggir føroyingarnir vórðu í einum viðurskifti skuldsettir fyri tann 20. desember í fjør at hava noytt ein mann inn í ein bil á Argjum, har teir síðani koyrdu við manninum niðan á Villingardalsvegin og hóttu mannin eftir pengum.

Ákærin førdi fram, at teir tríggir høvdu sligið mannin og gjørt honum greitt, at hann skyldaði teimum 100.000 krónur.

– Nær helviti kemur tú við pengunum, høvdu menninir sambært ákæranum sagt, og harumframt høvdu teir hótt mannin við, at lat hann teimum ikki pengarnar, so skuldu teir "knúsa" ella drepa dóttir og familju hansara.

Eisini eru teir tríggir saman við 46 ára gamla danskaranum skuldsettir fyri 8. januar í ár at vera komnir fram á ein bil við Sjósavnið á Argjum, har hesin sami maðurin sat við einum øðrum manni, og har teir fýra í felag høvdu framt harðskap og hóttanir móti manninum aftur.

Ákærin vildi vera við, at teir høvdu tikið tann fyrra mannin úr bilinum, koyrt ein posa yvir høvd hansara, bundið hendurnar saman við stripsum, sum javnan vórðu strammað, soleiðis at maðurin fekk ilt, og bukað mannin.

Eisini segði ákærin, at maðurin hevði fingið okkurt kalt móti barkanum, ið hann metti vera ein knív. Hesa ferð fekk maðurin at vita, at hann skyldaði teimum 300.000 krónur.

Ákærin vísti á, at tann 46 ára gamli danskarin hevði eisini roynt at drigið hin mannin úr bilinum, men at hetta var ikki eydnast.

Harumframt er ein av føroyingunum eisini skuldsettur fyri í tveimum førum, í august og september í 2020, at hava hótt mannin umvegis appuna Wickr, har maðurin varð biðin um ávíkavist 75.000 krónur og 100.000 krónur, annars skuldu teir gera av við dótrina hjá manninum. Maðurin hevði í báðum førum latið smærri, men munandi, upphæddir til menninar.

Orsakað av koronustøðuni vóru bert tveir menn inni í rættinum í senn, og grundlógaravhoyrið tók tí eisini allan seinnapartin.

Ákærin vildi hava dyrnar stongdar til grundlógaravhoyrið, tí mett verður, at fleiri partar eru í málinum. Verjarnir høvdu einki at siga til tað, og dómarin líkaði tí ákæranum, og miðlafólkini vórðu koyrd útum, eftir at ákærurnar vórðu lisnar upp.

Dómarin metti, at talan var um grundaðan illgruna, og tí vórðu allir menninir varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2021

7 Leygardagur 23. Jan 2021

Fer ímóti samgonguni: Johan Dahl mælir til at samtykkja andstøðuppskotið

Hann sigur seg ikki kunna taka undir við, at samgongan ikki vil tryggja minnilutum at fáa somu løgligu rættindi til barsinsskipanina, sum restin av borgarum landsins

Johan Dahl (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Um tað ikki kann vera pláss fyri mær í samgonguni við tí meiningini, “so be it”, segði Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin á tingsins røðarapalli í november, tá uppskotið frá andstøðu flokkum um at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening var til fyrstu viðgerð.

Og nú álit er komið úr vinnunevndini, er sjón fyri søgn. Johan Dahl er mælir saman við meirilutanum, sum eru andstøðuumboð, løgtinginum at samtykkja uppskotið.

- Sum fólkavaldur parlamentarikari, valdur til at tæna fólkinum til at gera lógarsmíð, sum skal hava eins virknað og rættindi fyri øll tey, sum lógirnar umfata, kann undirritaði ikki taka undir við, at vit sum samgonga ikki vilja tryggja minnilutum, sum her samkyndum pørum og harvið børnum teirra, at fáa somu løgligu rættindi til barsilsskipanina, sum restin av borgarum landsins.

Hann skrivar, at hansara støða ikki sampakkar við støðuna hjá fleiri av hansara floksfeløgunum, men hann metir, at hesi sjálvi fara at taka orðið í málinum fyri at siga sína meining ella støðu.

- At hugsa um barnið og barnsins besta má vera aðalmálið hjá okkum øllum, uttan mun til, um foreldur eru hinskynd ella samkynd. Tað gea vit best við, at rættindini hjá samkyndum og hinskyndum foreldrum eru á jøvnum føti, tá tað kemur til almenn tilboð og skipanir sum til dømis barsilsskipan.

Minnilutin sum er Jákup Mikkelsen og Beinir Johannesen úr samgonguni, mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Teir vísa á, at avtala er gjørd í samgonguni um, at lógarbroytingar bert verða gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.

- Samgongan hevur onga semju um, at hetta uppskotið skal samtykkjast, og tí tekur minnilutin ikki undir við uppskotinum, siga teir.

Nær onnur viðgerð av uppskotinum verður, er enn ikki greitt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

8 Leygardagur 23. Jan 2021

32 sambandsfólk stuðla Johan Dahl

Tinglimir úr Sambandsflokkinum eiga at atkvøða eftir egnu sannføring í etiskum málum, siga limir í flokkinum

Johan Dahl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uppskotið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd foreldur í barsilskipanini hevur lagt trýst á samgonguna. Johan Dahl hevur boðað frá, at hann ætlar at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum metir hetta vera grovt avtalubrot á samgonguskjalið.

Í skrivi fyrrapartin fríggjadagin vísa 32 limir í Sambandsflokkinum Johan Dahl sín stuðul.

- Vit meta, eins og Johan Dahl skrivar í sínum viðmerkingum, at vit í Føroyum hava eitt sera fjølbroytt og samansett samfelag. Tað er í tráð við kjarnuvirði Sambandsfloksins, at vit í Føroyum ynskja eitt samfelag fyri øll og eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast. Tað skal vera rúm fyri øllum - eisini samkyndum foreldrum við børnum - og tað samsvarar eisini best við altjóða skyldur Føroya á mannarættindaøkinum, nevniliga at tryggja ímóti diskriminatión í mun til rættin til familjulív umvegis eitt nú barsilsskipanina, verður skrivað í fráboðanini frá sambandsfólkunum.

- Í 2017 varð hjúnabandslógin samtykt, og við hesari broyting er vanligur siður, at fylgilógir eisini verða broyttar samsvarandi. Vit síggja málið sum ein avgreiðsluspurning, verður sagt.

- Eitt av kjarnuvirðunum í Sambandsflokkinum er eitt frælst samfelag fyri øll, har øll eru líka fyri lógini. Tískil vilja vit við hesum skrivi - sum limir í Sambandsflokkinum - vísa okkara stuðul til støðutakanina hjá Johan Dahl í hesum so týðandi og prinsipiella máli.

Tey undirstrika, at tað eigur at standa tinglimum úr Sambandsflokkinum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

Tey, ið hava skrivað undir skrivið eru: Allan Skaalum, Anja Haldansen, Anna Falkenberg, Anna-Mari Nielsen, Árni Guldborg Nielsen, Beate Lindenskov Samuelsen, Bent J. Hansen, Birgir Ferjá Heldarskarð, Eivin Helgi Jacobsen, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, Eyðdis Hartmann Niclasen, Eydna Gleðisheygg, Gitte Klein. Hans Hjørleivur Magnussen, Harriet Høgnesen, Ingi Mittún, Jákup Sverri Kass, Jógvan Jensen, Linnéa L. Petersen, Magdalena Mørk, Magnus Herdalur, Magnus Reinert Hansen, Niels Nattestad, Olivia Kruse, Petur Ellefsen, Petur Frank Jákupsson Holm, Petur Hansen, Petur Weihe, Petrina Berg á Lag, Sofus Hansen, Sunrid Traðará og Thordis Skaalum

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2021

9 Leygardagur 23. Jan 2021

Íbúgvar eystan Múla kunnu byrja at gleða seg

Løgtingið samtykti hósdagin at hækka kostnaðin í verklagslógini upp í hálva milliard. Tunlarnir norð um Fjall skulu eftir ætlan verða lidnir í 2024

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgtingið samtykti seinnapartin hósdagin einmælt við aðru viðgerð at hækka kostnaðin í verklagslógini til nýggju tunlarnar norður um Fjall upp í 522 milliónir krónur.

Tunlarnor norður um Fjall verða eftir ætlan lidnir í 2024, og verða 4,1 kilometrar til longdar.

Í 2009 var mett at teir fóru at kosta 252 milliónir krónur, men kostnaðurin er hækkaður nakað síðani tá. Kostnaðurin nú er 522 milliónir krónur.

Øll 27 tingfólkini sum vóru í tingsalinum, tá atkvødd var, atkvøddu fyri uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Triðja og seinasta viðgerðin verður týsdagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

10 Leygardagur 23. Jan 2021

Flogfar hjá Atlantsflogi rakt av snarljósi

Ferðafólkini, sum skuldu úr Billund hósdagin máttu bíða til dagin eftir

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin hósdagin var eitt flogfar á veg til Billund rakt av snarljósi. Tað váttar stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, fyri VP.fo.

Hetta hevði við sær, at flogfarið mátti verða standandi í Billund, meðan tað verður kannað, og sluppu ferðafólkini, sum skuldu úr Billund, sostatt ikki av stað hósdagin, men máttu bíða til fyrrapartin fríggjadagin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2021

11 Leygardagur 23. Jan 2021

Jørgen Niclasen: Ongir fyrimunir við at leingja afturgjaldstíðina

Møguleikar at leingja afturgjaldstíðina, so Eysturoyartunnilin er útgoldin eftir 30 ella 40 ár, eru sera avmarkaðir, og mett verður ikki, at fyrimunir høvdu verið við at gjørt hetta, hóast tað møguliga hevði kunnað lækkað tunnilsgjaldið 10-20 prosent

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá lán varð tikið til Eysturoyartunnilin, varð besta loysnin mett at vera eitt lán við fastari rentu og afturgjaldstíð á um 20 ár, og tað hevði verið sera ivasamt, um felagið  Pf. Eystur- og Sandoyartunlar hevði kunnað tikið eitt lán á 2,6 milliardir krónur í 2016 við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Jaspur Langgaard.

Jaspur Langgaard spyr, hví lánið skal vera niðurgoldið eftir 20 árum, og um møguleiki ikki er fyri at leingja lánið til annaðhvørt 30 ella 40 ár.

Lánið, sum felagið Pf. Eystur- og Sandoyartunlar tók í 2016 er við fastari rentu á 2,73 prosent, og skal hetta verða afturgoldið frá 2023 til 2040. Afturgjaldstíðin er tí tilsamans 24 ár frá tí, at lánið varð tikið. Hevði afturgjaldstíðin verið longri, hevði fasta rentan á láninum eisini verið munandi hægri, og tað er ivasamt, um nóg stórur áhugi hevði verið millum møguligar lánveitarar, vísir Jørgen Niclasen á.

Møguleikar at leingja afturgjaldstíðina sera avmarkaðir
Tunnilsfelagið metir eisini møguleikarnar við verandi fígging at leingja afturgjaldstíðina vera sera avmarkaðar, og verður í løtuni ikki mett, at fyrimunir høvdu verið við at longt afturgjaldstíðina.

Í fyrra lagi hevði verið sera kostnaðarmikið at lagt fíggingina um, og í øðrum lagi er sera ivasamt, um felagið hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, og hvør rentan hevði verið, sigur landsstýrismaðurin.

– Heldur ikki er óhugsandi, at tað møguliga hevði skalað trúvirðið hjá landinum millum lánveitarar, um landið – áðrenn verkætlanin er liðug – hevði roynt at lagt fíggingina um til longri afturgjaldstíð. Her eigur eisini at verða nevnt, at samlaða verkætlanin er ikki liðug enn, og at byggiváði framvegis er knýttur at verkætlanini, í øllum førum til Sandoyartunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum.

Kundi verið 10-20 prosent bíligari
Tá spurt verður, hvørja ávirkan tað hevði havt á tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv long til 30 ella 40 ár, sigur Jørgen Niclasen seg ikki kunna siga við vissu, hvussu stóra lækking talan hevði verið um.

Ein varislig meting er tó, at tað hevði borið til at lækka tunnilsgjøldini 10 – 20 prosent, um afturgjaldstíðin av láninum var 30 ella 40 ár. Hetta er kortini treytað av, at tað hevði borið til at longt lánið til 30 ella 40 ár.

– Vansin við longri afturgjaldstíð hevði verið, at longri tíð hevði gingið, til tunnilin varð útgoldin. Árligu rentuútreiðslurnar høvdu hækkað, men árligu avdráttirnir høvdu verið lægri, og fleiri ár høvdu gingið, áðrenn tunnilin varð útgoldin.

Um møguleikan at minka um afturgjaldsbyrðuna, um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, sigur Jørgen Niclasen, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at endurskoða stuðulin til pendlarar.

– Endamálið er, at tað skal bera til hjá pendlarum at brúka tunnilin fyri lægri kostnað samanlagt. Treytað av politiskari undirtøku, hevði Løgtingið kunnað samtykt, at landskassin rindaði meira partapening í felagið yvir nøkur ár. Harvið hevði landskassin átikið sær størri part av afturgjaldsbyrðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

12 Leygardagur 23. Jan 2021

Sev byggir stóra koplingarstøð við Hovsfjørð

Skal tryggja støðuga grøna orku í oynni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sev er farið undir eina størri byggiverkætlan við Hovsfjørð í Porkerishaganum, ikki langt frá miðnámsskúlanum.

Talan er um eina koplingarstøð, sum skal taka ímóti orkuni frá teimum sjey stóru vindmyllunum, ið settar eru upp í Porkerishaganum.

Í løtuni fer orkan frá vindmyllulundini í eina fyribils koplingarstøð í nøkrum bingjum, greiðir Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá Sev, frá.

Í koplingarstøðini nærhendis Hov verður eisini sokallað stabiliserandi tøkni, sum ger tað møguligt at veita grøna orku í nógv størri mun til Suðuroynna.

Talan er um ein sokallaðan synkron kompensator og um eina battarístøð, munandi størri enn tann, sum Sev í løtuni hevur tilknýtta vindmyllulundini í Húsahaga oman fyri Havnina.

- Synkronkompensatorurin er nýggj tøkni, sum er ment samstundis sum vindorkan hevur vundið upp á seg kring heimin. Henda tøknin ger, at vit kunnu varðveita trekleikan – mótstandin – í skipanini, so at streymveitingin ikki verður órógvað um t.d. eitt skammlop hendir ella um ein linja verður kvett av, greiðir Heri Mortensen frá.

- Sama er við battarískipanini, sum verður tríggjar ferðir størri enn tann í Húsahaga, og sum nú er so mikið ment, at hon megnar at javna øll sveiggini frá vindorkuni og ger tað møguligt at vit longu nú oftani hava yvir 70 prosent grøna orku í Suðuroynni, tað er orka frá vindmyllunum og vatnverkinum í Botni.

- Nýggja tøknin við battaríum og synkronkompensatori ger, at vit í nógv minni mun eru bundin av Vágsverkinum og vera før fyri at skerja oljubrúkið rættiliga nógv, sigur Heri Mortensen.

Battarískipanin er so sterk, at hon megnar at forsýna alla Suðuroynna við streymi í upp móti einum hálvum tíma um okkurt brek skuldi komið á skipanina.

Koplingarstøðin í Hovi verður væntandi klár at taka í nýtslu i september ella oktober.

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

13 Leygardagur 23. Jan 2021

Sev: Grønur desember

Í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn í desember 2020. Í miðal vóru 58 prosent av elframleiðsluni burðardygg

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Váta og lutfalsliga lýggja veðrið í desember 2020 merkti, at serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl, og var 15 prosent hægri enn í desember 2019. Tilsamans 58 prosent av framleidda streyminum vóru burðardygg og stavaðu frá annaðhvørt vatni, vindi, sól ella biogassframleiðslu.

Góðir 21 burðardyggir gigawatt-tímar vóru framleiddir í 2020, og í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn. Burðardygga framleiðslan í desember árið fyri kom upp á 19 gigawatttímar.

Prosentbýtið í desember 2020 var 42 prosent olja, sløk 43 prosent vatnorka, meðan vindorkan kom upp á 14 prosent.

Vindorkuframleiðslan hevur ikki hilnast væl í 2020, orsakað av m.a. generatorbrekum á fleiri av myllunum í Neshaga og í Húsahaga. Vindorkutølini í desember umfata framleiðslu í Húsahaga, Neshaga, Porkeri og í vindmyllulundini hjá Røkt í Vestmanna.

Biogassframleiðslan var gott og væl 1 prosent av samlaðu framleiðsluni, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 1.200 húskjum. Sólorkuframleiðslan í desember náddi 0,77 megawatttímar, sum ikki gevur útslag í samlaða prosentbýtinum.

Tað regnaði meira, meðan nakað minni var av vindi í desember 2020 í mun til desember 2019. Avfallið í desember 2020 var 385,5 millimetrar í mun til 358,6 millimetrar í desember 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

14 Leygardagur 23. Jan 2021

84 prosent av føroyingum vilja koppsetast

Heilsumálaráðið hevur gjørt eina kanning um hugburðin hjá føroyingum til koppseting

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv teir flestu føroyingarnir ætla at lata seg koppseta beinanvegin, teir fáa møguleika fyri tí. Nøkur vilja tó bíða, men bara ein heilt lítil partur sigur nei til koppseting.

Hetta vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Heilsumálaráðið.

Sambært kanningini fara nógv teir flestu vaksnu føroyingarnir at lata seg koppseta fyri korona.

Sløk 67 prosent siga seg vilja koppsetast, beinanvegin tey fáa tað í boði, stívliga 14 prosent ætla at lata seg koppseta, men vilja bíða eitt sindur, og 3 prosent av teimum, sum svaraðu spurnakanningini, eru longu koppsett.

Um hesi tølini halda, fara 84 prosent av føroyingum,  sum eru 16 ár og eldri, at vera koppsett, tá koppsetingarætlanin einaferð er komin á mál.

Bara sløk seks prosent svaraðu, at tey ikki ætla at lata seg koppseta, og umleið 10 prosent vistu ikki.

Býtt eftir aldri eru tað serliga tey eldru ættarliðini, ið eru mest gramm eftir at blíva koppsett, meðan tey yngru ættarliðini eru eitt sindur meira ivasom.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um tølini. Eitt týðandi mál við føroysku koppsetingarætlanini er nevniliga at røkka flokkimmuniteti – tað er, at alt fólkið verður mótstøðuført mótvegis koronu – og tá er tað avgerandi, at ein nóg stórur partur av fólkinum letur seg koppseta.

Hvussu stórur hesin parturin skal vera, veldst um virknaðin á vaksinunum, ið verða brúktar., Men við teimum vaksinunum, sum í dag eru til taks, og tí hjá Astra/Zeneca, ið væntast á marknaðin skjótt, er tað  nøktandi, um 80 prosent ella meira verða koppsett, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

15 Leygardagur 23. Jan 2021

Brasilskt frábrigdi av koronu í Føroyum

Smittar eftir øllum at døma ikki so illa sum bretska og suðurafrikanska frábrigdið

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein føroyingur sum kom úr Brasil úr síðstu viku, varð tríggjar dagar eftir komu staðfestur positivur við korona. Talan var um eitt nýtt frábrigdi í Evropa, eitt brasilskt frábrigdið, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Helst er tað fyrstu ferð, at hetta frábrigdið er skrásett í Evropa, sigur landslæknin.

Hann sigur við útvarpið, at brasilska frábrigdið eftir øllum at døma ikki smittar so illa sum tað bretska og suðurafrikanska.

Tað eru hesir variantarnir, sum myndugleikarnir óttast.

Nú fer tað at bera til nærum beinanvegin at fáa at vita um ein positiv covid-19 roynd er við tí enska brigdinum ella ikki, sigur Lars Fodgaard Møller við útvarpið.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

16 Leygardagur 23. Jan 2021

Góð úrslit við koppingarevninum hjá Johnson & Johnson

Við hesum koppingarevninum er bert neyðugt við einum priki og ikki tveimum, og tað skal ikki goymast so kalt sum onnur evni – fyritøkan væntar, at tey eru klár at søkja um góðkenning frá ES í februar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Royndirnar við koppingarevninum hjá Johnson & Johnson hava higartil víst góð úrslit, boðar amerikanska fyritøkan frá.

Í royndini, har 805 royndarpersónar luttóku, gjørdust 90 prosent mótstøðufør móti covid-19, og av hjáárinum verður bert nevnt fepur, vøddapína og andsperra.

Áðrenn februar hevur fyritøkan væntandi úrslit klár frá einari uppaftur størri kanning, verður upplýst.

Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson skarar framúr á tann hátt, at ein persónur bert nýtist at verða koppsettur eina ferð fyri at fáa fulla verju, og ikki tvær ferðir sum við koppingarevninum hjá Pfizer BioNTech og Moderna. Ein annar munur er, at tað heldur ikki neyðugt at goyma evnið í so nógvum kulda.

Enn er koppingarevnið ikki góðkent í ES, men Johnson & Johnson væntar at kunna søkja um góðkenning í februar.

Sambært Jyllands-Posten hevur Danmark bílagt 8,2 milliónir skamtar av koppingarevninum hjá Johnson & Johnson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2021

17 Leygardagur 23. Jan 2021

Munandi bíligari at byggja heimið til børn og ung við autismu

Tilboðini at byggja heimið í Kvíggjartúni á Argjum, vórðu latin upp mánadagin. Tilboðini vórðu lægri enn kostnaðarmetingin, og kostnaðurin verður 39 milliónir krónur

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tilboðini at byggja heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartún á Argjum, vóru mánadagin latin upp. Samanlangt vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin, og samanlagt fer tað at kosta 39 mió. kr. at byggja heimið.

- Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg havnaði lisitatiónini í fjør, tí tað vísir seg, at tað ber til at gera nakrar broytingar, og fáa prísin niður, sigur landsstýriskvinnan við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Arbeiðið var upprunaliga boðið út í fjør, og tá var prísurin nógv hægri enn kostnaðarmetingin. Lægsta tilboðið, saman við øðrum útreiðslum, var omanfyri 56 milliónir krónur.

Arbeitt hevur verið við spariuppskotum og ymsu loysnum, tó uttan at tað gongur út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Eisini er arbeiðið hesaferð boðið út í sjey arbeiðstøkum, sum er gjørt fyri at fáa ein so góðan prís sum gjørligt.

- Eg eri sera spent uppá at fáa bygt heimið til børn og ung við autismu, tí tørvurin á heiminum er ovurhondsstórur, og hetta er fyrstu ferð, at vit byggja til hendan málbólkin í Føroyum. Í næstum fari eg at leggja broytingaruppskot fyri Løgtingið, har eg biðið um at hækkað fíggjarligu heimildina í verklagslógini, soleiðis at vit kunnu fara undir at byggja beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

18 Leygardagur 23. Jan 2021

Skerd flúgving næstu níggju vikurnar

Ongin flúgving til og úr Vága floghavn er nú týsdagar og leygardagar

Sera vakurt veður á flogvøllinum týsdagin, men flogførini fóru ongan veg (Vevmynd: fae.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska flogferðslan er nú so hart rakt av koronastøðuni rundan um okkum, at tað ikki eingang verður flogið hvønn dag.

Atlantsflog boðaði í vikuni frá, at tað bert verða gjørdir fimm túrar um vikuna til Keypmannahavnar: Mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. Tveir til Billund: Mánadag og hósdag. Og ein til Bergens: Mánadag.

Í februar verður flogferðslan enn minni, tí sagt verður eisini, at ongin flúgving er til Billunds og Keypmannahavnar hósdagarnar 4., 11. og 18. februar.

Sostatt er onki virksemi á flogvøllinum týsdagar og leygardagar fyri tíðina.

Henda skerda ferðaætlanin er galdandi fyri januar, februar og tað mesta av mars. Sambært bíleggingarskipanini hjá Atlantsflog verður flogið vanligt aftur í vikuni, sum byrjar mánadagin 22. mars. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

19 Leygardagur 23. Jan 2021

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið robottarm

Nýggi robottarmurin fer at styrka endurvenjingina

(Myndir: Petur Martin Solmunde)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið spildurnýggjan robottarm, sum skal styrkja endurvenjing av ørmum og hondum. Robottaarmurin er partur av ætlan hjá Heilsumálaráðnum at styrkja endurmenningina á føroysku sjúkrahúsunum.

Tá ið fólk fáa eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan, kunnu tey millum annað uppliva, at tey verða meira ella minni lammað í einum armi, og tá skal armurin venjast uppaftur. Hetta verður gjørt við venjingum hjá fysioterapeutum og ergoterapeutum og við sjálvsvenjing. Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av øvilsum, og hesum kann robotturin hjálpa við.

Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grovmotorikk og fínmotorikk í ørmum og hondum.

Tøknin er háttað soleiðis, at armurin, sum skal venjast, verður lagdur í robottarmin, og so ber til at gera ymisk øvilsi, alt eftir hvør tørvurin er. Ein skíggi gevur fólk ymsar avbjóðingar – at líkna saman við telduspøl – og tað kann virka motiverandi, samstundis sum tað ber til at skjalfesta gongd og framgongd í venjingunum.

– Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara dugnaligu starvsfólk fáa nú eitt framkomið amboð at brúka í teirra arbeiði, og tað fer at koma sjúklingunum til góðar, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fakfólkini, sum vanliga taka sær av endurvenjing, koma at standa fyri venjingunum í robottarminum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2021

20 Leygardagur 23. Jan 2021

Føroyskt vinnulív fyri byrðardygd

11 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman fyri at arbeiða fyri burðardyggum vinnulívi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin skrivaðu ellivu føroyskar fyritøkur undir eina avtalu um at arbeiða saman í trý ár um átakið: Burðardygt Vinnulív.

Royndarverkætlanin, sum verður samskipað í Vinnuhúsinum, hevur sum aðalmál at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning, til dømis veðurlagsátakið.

Seinni í ár fara luttakandi fyritøkurnar at leggja fram eina felags ætlan, sum leggur dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar hjá vinnulívinum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur:  - Hetta er ein sera spennandi verkætlan, og nógvir nýggir møguleikar liggja fyri framman. Hóast vit eru ein bólkur av ymiskum fyritøkum, so hava vit nakrar felags avbjóðingar, og vit eru samd um at arbeiða saman um hesar avbjóðingar. Okkara vón er, at hetta átakið fer at skapa nakrar týðandi samstarvsmøguleikar okkara millum, sum fer at seta ferð á menniningina at røkka hesum málum.

Marita Rasmussen, stjóri í arbeiðsgevarafelagnum, sigur: - Tað er spennandi hjá okkum at fylgja menningini av hesum átakinum. Føroyskar fyritøkur eiga at hugsa um sosialu, umhvørvisligu og fíggjarligu umstøðurnar, sum tær virka í, og sum áhaldandi broytast; hetta átakið kann slóða fyri, so at fyritøkurnar verða ílatnar til framtíðina.

Tær ellivu stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, Pf. Poul Michelsen, SMJ og Vónin. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

21
Leygardagur 23. Jan 2021

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 11 prosent í virði

Nøgdin av útfluttum fiskavørum í 2020 er hinvegin vaksin við 4 prosent samanborið við 2019

Mynd: Hagstovan
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í teimum fyrstu 11 mánaðunum av 2020 minkaði útflutningsvirðið av fiskavørum 11 prosent samanborið við sama tíðarskeið í 2019.

Samanber mann tó við 2018, er talan um ein vøkstur á sjey prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Nøgdin av útfluttum fiskavørum hevur tó ongantíð verið størri. Nøgdin í 2020 var 4 prosent størri enn í 2019 og 14 prosent størri enn í 2018.

Størsta minkingin er í útflutningi av laksi, har bæði virði og nøgd er minkað 16 prosent. Talan er um 600 mió. krónur og 10.000 tons.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

22 Leygardagur 23. Jan 2021

Spæliland fyri 14 milliónir krónur í Klaksvík

Seks milliónir krónur eru játtaðar til bygging í ár. Roknast kann við, at bygningurin, ið skal verða til gleði hjá børnum og barnagørðum, stendur liðugur í 2022, sambært lesarabrævið hjá býráðslimi

Eftir ætlan fer ein bygningur at stenda liðugur í 2022 eystan fyri svimjihøllina, har børn millum annað kunnu betra síni motorisku evnir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fleiri stórar byggiverkætlanir eru í gongd í Klaksvík. Mentanarhúsið, beint við Posthúsið, er eitt, og so er serstakiliga nógv gongd á í økinum við fótbóltsvøllin, svimjihøllina og hallirnar. Har verður í løtuni arbeitt við at gera Bláa Skýlið liðug, og rennibreytin verður eisini gjørd.

Eftir ætlan fer ein bygningur at stenda liðugur í 2022 eystan fyri svimjihøllina. Talan er um eitt sonevnt spæliland: 

- Ein rørsluhøll verður til gleði hjá børnum og barnagørðum og har børnini kunnu betra síni motorisku evnir. Eisini er gott at sleppa innandura at spæla, tá regn og vetrarstormar leika á. 

Soleiðis verður tað lýst í lesarabrævið hjá býráðsliminum Óla Lassen úr Sjálvstýrið í Norðlýsinum. Har verður upplýst, at Norðhús vann útbjóðingina, og at bygningurin, ið verður 800 fermetrar, kemur at kosta góðar 12 milliónir krónur. Við leikum og innbúgv kostar spælilandið góðar 14 milliónir krónur. 

Verkætlanin varð samtykt fyri einum ári síðani av undanfarna býráðið. Tað eru seks milliónir krónur játtaðar á fíggjarlógini fyri 2021 til byggingina í ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

23 Leygardagur 23. Jan 2021

Fara nú undir leiguíbúðir í Skálavík

Tað er smápartafelagið Mark, ið byggir og fer at leiga út

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Smápartafelagið Mark fer nú undir at byggja leiguíbúðir undir Hagabrekku í Skálavík.

Fólk, sum eru áhugað í at leiga, kunnu nú tekna seg á heimasíðuni hjá Mark.

Ætlanin er at byggja millum 10 og 12 samanhangandi hús við góðum sýni út yvir bygdina.

Íbúðirnar verða góðar 100 fermetrar til støddar umframt bilhús og sólterassu. Í íbúðini eru tvey kømur, annað við walk-in-klædnarúmi, vesi við brúsu og stova og køkur í einum, sum byggiharrin sigur í tilfarinum, “vælegnað til smærri familjur ella pensjónistar”

Les eisini: Fara at byggja leiguíbúðir í Skálavík   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

24 Leygardagur 23. Jan 2021

42 ára gamal royndi at smugla tvey kilo av hassji

Varð handtikin á flogvøllinum í Vágum seinnapartin farna vikuskifti, og játtaði seg sekan rættinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein 42 ára gamal maður royndi seinnapartin leygardagin á flogvøllinum í Vágum, at smugla 2 kilo av hassji til Føroya, boðar løgreglan frá.

Løgreglan fekk fráboðan frá Tollvaldinum á flogvøllinum í Vágum um, at tey høvdu afturhildið ein 42 ára gamlan mann, sum hevði roynt at smugla stóru mongdina av hassji inn í landið.

Maðurin bleiv handtikin av politinum klokkan 16.55, og skuldsettur fyri brot á narkotika lóggávuna.

Hann varð sunnudagin framstillaður í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti, har hann játtaði seg sekan.

Ein tøk mentalkanning frá Danmark segði, at maðurin ikki var egnaður til fongsulsrevsing, og tí fekk hann ein viðgerðardóm, sum er virkin í fimm ár.

Maðurin kærdi ikki avgerðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

25 Leygardagur 23. Jan 2021

Neyðrakettir skulu ikki brúkast á nýggjárinum

Helgi Abrahamsen ætlar at áseta reglur, sum greitt banna nýtslu av neyðrakettum til annað enn tær eru ætlaðar til. Landsstýrismaðurin skjýtur upp at sekta fólk, sum brúka neyðrakett til annað endamál

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kann skjótt vera søga, at tíggjutals neyðrakettir eru at síggja á nýggjárinum.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum hevur svarað einum grein 52 fyrispurningini frá Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum um nýtslu av fýrverki.

Løgtingskvinnan spurdi um landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at endurskoða lóg og kunngerð um fýrverk, sum er frá 1969. Helgi Abrahamsen hevur ætlanir at broyta eitt sindur í øllum førum.

Hann ætlar, at føroyska lóggávan skal dagførast soleiðis at hon innihaldsliga samsvarar við lóggávuna í hinum norðurlendsku londunum. Helgi Abrahamsen ger tó vart við, at tað skal havast í huga, at veðrið nýggjársaftan kann vera svikaligt, og tí eigur at vera loyvt at skjóta fýrverk nakrar dagar inn í nýggja árið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Sekt til tann, sum brúkar neyðrakett sum fýrverk
Nýtslan av neyðrakettum er eisini nakað, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við.

- Ein av mest álvarsomu vandunum á nýggjárinum er nýtslan av neyðrakettum, sum verður nýtt sum nýggjársfýrverk. Talan er um vøru, sum als ikki er ætlað til  nýtslu á nýggjárinum, men einans til at fráboða neyðstøður á sjónum. Talan er um vandamikla vøru, sum í nógv størri mun enn annað fýrverk kann gerast atvold til eldsbruna og álvarsom óhapp, sigur Helgi Abrahamsen.

Ælanin er at áseta reglur, sum greitt banna nýtslu av neyðrakettum til annað endamál enn tað, sum hendan vøran er ætlað til. Her skjýtur landsstýrismaðurin upp, at ein pantiskipan millum annað verður gjørd, so keypari kann lata óbrúktar neyðrakettir inn aftur ella kann skjalprógva, at vørna er nýtt til rætta endamál.

Eisini heldur hann, at ein hóskandi sekt skal vera fyri at nýtslu av neyðrakettum, sum verður brúkt til annað endamál, enn vøran er ætlað til.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

26 Leygardagur 23. Jan 2021

Føroyavinur høgra hond hjá Biden forseta

Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, ið hevur stóran alsk til Føroyar, fær helst ein týðandi sess í Biden fyrisitingini í Hvítu Húsunum

Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum her saman við sínum góða vinmanni og Føroyavini Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanska sendiharranum í Danmark, sum nú fær týðandi starv í amerikansku stjórnini (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað mundi óivað koma óvart á mong í Føroyum eisini, tá tíðindi herfyri bórust um, at Føroyavinurin Rufus Gifford kann fáa ein týðandi leiklut í nýggju Biden stjórnini, sum í dag tekur við eftir Donald Trump.

Joe Biden hevur nú tikið við sum 46. forsetin í USA. Við hansara lið komandi fýra árini fer eftir øllum at døma at standa Føroyavinurin, fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford. Hóast avgerðin ikki er endalig enn, so ljóðar, at hann er í uppskoti  at røkja týðandi starvið sum varauttanríkisráðharri og protokollstjóri í Hvítu Húsunum. Harvið fer hann m.a. at standa fyri samskifti USA  við umheimin og tað merkir eisini Føroyar.  

Rufus Gifford var ein av týðandi stuðlunum hjá Biden undir øllum valstríðnum og eigur tí sín part av æruni av forsetaskiftinum í dag. Nógvir  føroyingar munnu minnast sama Rufus, tá hann setti stóra Pride tiltakið í Havn nøkur ár herfyri. Og seinni eisini sum gestur hjá táverandi landsstýrismanninum í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen,  til stóra hátíðarhaldið á Vaglinum á ólavsøku. 

Við til at tryggja Obama og Biden sigrar
Ein av teimum føroyingum, sum hevur havt eitt serligt og tætt  tilknýti til Rufus Gifford, er ein av Føroya mest royndu politikarum, Poul Michelsen.

Í dag situr Poul Michelsen á síðulinjuni, nú hann er farin úr politikki, og eygleiðir, hvat m.a. fer fram í USA í hesum døgum. Og hann dylur ikki fyri, at tankarnir ganga m.a. til vinmannin  Rufus Gifford, sum skjótt fer at hava ein týðandi leiklut í nýggju Biden umsitingini.

Rufus Gifford er kendur fyri at hava verið ein drívmegin fyrst í valinum av Obama og nú aftur í valinum av Biden. Obama sá so stórt í manninum, at hann fekk sendiharrastarvið í Danmark og harvið kom at vísa Føroyum serstakan áhuga.  Og nú tekur  eftirmaðurin í demokratiska flokkinum  sama Rufus við sær inn í Hvítu Húsini.  

Sum sendiharri fyri alt danska kongsríkið vitjaði Rufus Gifford eisini nakrar ferðir  í Føroyum og knýtti bond her. Hann gjørdist skjótt hugtikin av Føroyum og føroyingum undir sínum vitjanum, og sambært Poul Michelsen, sá hann m.a. nakað stórt í stríðnum her fyri at geva samkyndum somu rættindi sum allir aðrir borgarar í landinum.

Í støðu síni sum bæði landsstýrismaður í bæði vinnu- og uttanríkismálum sá Poul Michelsen stórar møguleikar at menna samstarvið millum Føroyar og USA og harvið knýta londini tættari saman.

Og tí varð tað eisini sera kærkomið fyri hann at kunna samskifta  við amerikanska sendimannin í Danmark, sum jú eisini hevði Føroyar sum sítt arbeiðsøki.  Men so kom nýggjur forseti í Hvítu Húsini, og Rufus varð avloystur av sendikvinnu sett av Trump forseta.

Tá Poul Michelsen  hyggur í bakspeglið, so viðgongur hann, at  Rufus Gifford var ein góður maður fyri Føroyar, og tí var hann als ikki fegin um, at hann skuldi skiftast út.

[object Object]
Amerikanski flotamálaráðharrin Ray Mabus vitjaði í Føroyum nøkur ár herfyri og hevði fund við táverandi landsstýrismannin í uttanríkismálum Poul Michelsen. Tað man eisini hava verið fyrstu ferð, at amerikanskur ráðharri hevur vitjað her.

Løgdu lunnar undir samstarvsavtalu
Nú tað so frættist, at Rufus Gifford skal hava ein  týðandi leiklut í nýggju demokratisku fyrisitingini undir Joe Biden spurdi Portalurin Poul Michelsen, hvat hann heldur um samstarvið við sendimannin  og nú eisini útnevningina av hesum týðandi Føroyavininum til at gerast ein høgra hond hjá nýggja forsetanum. 

“Rufus og eg høvdu avtalað at gerast skuldi ein nýggj samstarvsavtala millum Føroyar og USA, har Føroyar fingu eitt beinleiðis samstarv við USA, bæði parlamentariskt og fyrisitingarligt. Bara at samskifta gjøgnum danskar politikarar mettu vit ikki var rætti vegurin. Hesum hóvaði ikki  nýggja sendifólkinum. Tá so amerikanski flotamálaráðharrin, Ray Mabus, vitjaði í Føroyum fyri umleið fýra árum síðani, nevndi hann, at virksemið kring Føroyar fór at tvífaldast innan stuttan tíð orsakað av polariseringini millum eystur og vestur. Áhugin fyri at hava eitt tættari samskifti og samstarv beinleiðis millum USA og Føroyar, heldur Poul Michelsen, kølnaði tó eftir, at Rufus varð avloystur, men hevur tað so tikið seg upp aftur seinni.

“Vit vildu hava eina sendistovu, og hon skuldi vera í New York heldur enn í Washington, m.a. tí ST-felagsskapurin  heldur til har, og harvið kundi tað vera grundarlag fyri  samstarvi við mong onnur lond eisini. Samstarvið skuldi so fyrst og fremst snúgva seg um handil. 

Eg ivist onga løtu í, at Rufus Gifford hevur lagt Føroyar aftrat sínum hjartað. Eisini tí hann visti, hvat stríð vit í Føroyum høvdu havt fyri at fáa viðurkenning fyri tí lívsstíli, sum hann nú einaferð varð noyddur at hava.Tað hevði hann stóra virðing fyri. Eg hevði varhugan av tá, at hann kundi  spaða til at gera okkum føroyingar til ein verdugan partnara hjá teimum, og tí helt eg eisini, at vit skuldu strongja á at fáa eina sendistovu í USA áðrenn Ísrael.  Sjálvur meti eg USA at hava størri týdning fyri okkum ikki minst geopolitiskt eftir vaksandi raðfestingina av Arktis og handilsligt, nú amerikanski marknaðurin er so stórur.”

Gott við Føroyavini í Hvítu Húsunum
Poul Michelsen vónar, at Føroyar og føroyskir politikarar fara at raðfesta USA hægri í framtíðini, og kann  ein Føroyavinur sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum vera við til at skunda undir eina slíka tilgongd, tá vil hetta vera gott fyri allar partar og ikki minst fyri Føroya framtíð.  

Tó vælvitandi um at Rufus Gifford fyrst og fremst fer at virka sum professionellur embætismaður. Men av tí at hann kennir Føroyar kanska betri enn mong í USA, kann hann gera nakað gott fyri Føroyar, soleiðis at vit undir eini Biden-stjórn fáa eitt beinleiðis samstarv við diplomatiið og politisku skipanina í USA – og har  vit kunnu hava okkara fólk har yviri og harvið fingið eitt betri beinleiðis samskifti og samband við USA, enn tað vit hava gjøgnum ta donsku skipanina. Týdningurin at hava eitt beinleiðis samstarv við USA má fáa hægstu raðfesting, nú vit longu hava sendistovur í bæði Kina og Russlandiheldur hesin royndi føroyski politikarin.

Poul Michelsen heldur sjálvur, at tað kann vera gott fyri Føroyar at eiga ein Føroyavin sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum, nú hann kennir so nógv til Føroyar og føroysk viðurskifti,  og hann vónar, at okkara verandi og komandi politikarar og embætisfólk fara at gera brúk av hesum møguleikanum í tann mun tað ber til.

Áhugin hjá USA fyri Arktis og harvið eisini Føroyum, heldur hann, eigur at kunna tengjast saman við føroyska áhuganum og ynskinum um at fáa betri og meira beinleiðis samband til USA eitt nú á handils- og marknaðarøkinum.  

Sum sagt var Rufus Gifford  avloystur av øðrum sendifólki, tá Trump tók við sum forseti í USA. Poul Michelsen var sjálvandi harmur um tað, vitandi at Rufus hevði eitt brennandi ynski um at koma aftur til Føroya. Rufus er eisini eitt rúmligt menniskja við bæði stórari vitan um og tokka til Føroyar. Og nú hann lítur aftur um bak, so kemur Poul Michelsen serliga at hugsa um ta løtuna, tá sendimaðurin slapp at uppliva tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuna.

“Hann græt so rørdur var hann at standa undir tinghúsinum á ólavsøku og hoyra sangin har. Hann hevur ikki gloymt Føroyar, og tað kemur hann ongantíð at gera. Hvussu man so kann brúka hetta veldst alt um, hvat vit kunnu fáa danir til at viðurkenna av okkara samstarvi við USA. Higartil hava vit so ikki hava nakrar forðingar at fáa etablerað okkum við sendifólki aðrastaðni, og tí dugi eg ikki at síggja, at tað ikki skal bera til í USA eisini.

Spurningurin er so eisini, hvat vit í Føroyum vilja satsa uppá í einum samstarvi við nýggju stjórnina í USA. Leiðin at ganga, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin,  er m.a. tann,  at Føroyar kunnu etablera seg í USA við handli sum grundarlag og sum við tíðini kundi ment seg hartil, at man bleiv partur av einum ríkjafelagsskapi, har vit fingu okkara sjálvstøðuga møguleika at virka á uttanríkispolitiska økinum og ikki brúka alla orkuna uppá at stríðast við danir um, hvat man kann og ikki kann.”

[object Object]

[object Object]Poul Michelsen hitti sum uttanríkisráðharri báðar teir amerikansku uttanríkisráðharrarnar undir Trump, Tillerson og Pompeo.

Gott at Trump fer og Biden kemur til
Hvørjar tankar ger Poul Michelsen  sær, nú Trump fer og Biden kemur til.

“Reint menniskjansliga dámar mær ikki Trump og hansara lívsáskoðan, og haldi ikki hann er væl grundaður, meðan Biden kann taka uppaftur ta ábyrgd at vera samskipari av heimspolitikki og vera væl við tey lond, sum vit hava fyri neyðini til tess at halda spenninginum í heiminum niðri á einum haldførum støði.

Trump hevði tað fyri at klandrast og píska alt uppí svart og hvítt, og tað gjørdi hann bæði uttan fyri USA og inni í USA. So eg havi ongantíð hildið, at tann maðurin uppá nakran máta egnaði seg til at leiða tað landið, sum vit skulu hella okkum uppat og sum skuldi umboða tað frælslyndi, sum fólk og menniskju skulu hava. Eg kenni ov lítið til Biden men havi álit á, at amerikanskur politikkur fer at broyta seg nógv, nú Trump fer.  Giti vit fara at síggja republikanska flokkin fara í tvíningar. Mær dámar væl, at tað kemur ein maður sum Biden til ræðið og sum í hvussu er kann sameina ein stóran part av USA og uttan iva langt inn í republikanska flokkin eisini, meðan tann ekstremi og ábyrgdarleysi politikkurin, sum Trump hevur ført, fer í ruskspannina ongantíð ov skjótt.”

Poul Michelsen, sum sjálvur hevur vitjað USA, heldur amerikanarar vera eitt sera fryntligt og vælviljandi fólk, men sum tíverri eisini oftani eru illa upplýst og sera góðtrúgvin og tí eisini løtt at manipulera. Júst tí hevur tað eisini verið lætt hjá einum persóni sum Trump at øsa fólk upp og fáa undirtøku.

Tað er so eisini ein sannroynd, at mangir amerikanarar hava ongantíð verið uttan fyri USA ella sín egna heimstat, og harvið ikki kenna nóg væl, hvussu eitt nú lond í Evropa verða stýrd. Eg ræðist ein persón, sum kann reka fólk á henda hátt, sum Trump hevur gjørt. Hann hevur ikki gjørt sær nóg greitt, at hann hevur verið ein av heimsins leiðarum við stórari  ábyrgd.

Stríðast ov nógv innanhýsis
Tá vit spyrja fyrrverandi uttanríkisráðharran, hvussu Føroyar kunnu fáa størri rættindi aðrastaðni so sum í USA undir nýggja forsetanum,  heldur hann fyri, at okkara trupulleikar liggja ikki uttanlands. Tað er okkara stríð innanhýsis, sum ger, at vit ikki hava størri rættindi úti í heimi. Vóru vit eitt lítið sindur meira samd um, hvat vit vilja, so hevði Danmark gingið við til  at latið okkum størri ávirkan og rættindi, men tað er okkara egna split í Føroyum, sum ger, at vit ikki fáa teir fyrimunir sum ein felagsskapur sum okkara hevði kunnað fingið fyrimunir av.  Tað snýr seg um at gera okkum til ein verdugan partnara í einum ríkjafelagsskapi, uttan at tosa um loysing.

Poul Michelsen heldur annars fyri, at vit eftir hansara tykki hava allarbestu viðurskifti við danir. Teir eru avgjørt tað frægasta valið av øllum londum í heiminum  til at vera partur av, men teir mugu eisini syrgja fyri, at vit vera ein verudugur partnari í einum felasskapi.

Nú Biden stjórnin tekur við vónar Poul Michelsen, at uppaftur størri dentur fer at verða lagdur frá føroyskari síðu at menna samvinnuna við USA, og hann dylur ikki fyri, at hann her hugsar eisini um gjøgnum USA at fáa økt um sjálvsvirðingina millum føroyingar at fáa størri rásarúm og avgerðarrætt - sum ein  virdur partur av einum ríkjafelagsskapi -  bæði á tí handilspolitiska og tí uttanríkispolitiska økinum, øllum til gagns.

Maðurin, sum man hava røkt flest politiskar sessir í síni tíð, Poul Michelsen, fyrst sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum, síðani sum løgtingsmaður og loksins sum landsstýrismaður, fylgir framhaldandi væl við, hvat hendir bæði á heimliga og altjóða pallinum, og hann ynskir teimum, sum í dag hava politiska ábyrgd, bæði í samgongu og andstøðu góða eydnu við arbeiðinum.

Og síðani sendir hann eisini eina heilsan til nýggja amerikanska forsetan og alt tað amerikanska fólkið. 

Les eisini:

27. juli 2016: Gifford fagnaður sum stjørna á Vaglinum

6. august 2016: Vilja byggja brýr millum Føroyar og USA

14. januar 2021: Rufus Gifford gerst siðameistari hjá Biden

 

 

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

27 Leygardagur 23. Jan 2021

- Eg lovi at vera forseti fyri allar amerikanarar

Joe Biden helt eina savnandi røðu á setanarhaldinum mikudagin. Segði seg vilja stríðast eins nógv fyri tey, ið ikki atkvøddu fyri honum, sum fyri tey, ið gjørdu tað

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkaræðið hevur sigrað.

Tað staðfesti Joe Biden í síni fyrstu røðu sum nýggjur forseti í USA.

- Hetta er dagurin hjá Amerika. Hetta er dagurin hjá fólkaræðinum. Ein søgunnar og vónarinnar dagur, ein dagur fyri endurnýggjan og støðufesti.

- Øll mín sál liggur í hesum. At sameina Amerika, sameina okkara fólk, sameina okkara tjóð. Og eg biði hvønn einstakan amerikanara um at vera við mær í hesum máli.

Joe Biden brúkti røðu sína til at taka frástøðu frá tíðini við beiskleika og ósemju.

- Her standa vit, bert fáar dagar eftir, at ein harðrend mannamúgva trúði, at tey kundu støðga fólkaræðinum, segði Biden.

Í røðuni heitti Biden eisini á amerikanarar um av vísa lygnunum aftur. Og hann mælti til endurnýggjað samanhald.

- Latið okkum byrja av nýggjum, lufta eftir hvør øðrum, virða hvønn annan, segði hann.

- Eg lovi, at eg við vera forseti fyri allar amerikanarar. Og eg lovi, at eg vil stríðast líka so nógv fyri tey, ið ikki góvu mær sína atkvøðu, sum fyri tey, ið gjørdu tað.

Biden nevndi ikki undanmann sín við navni. 

Sí eisini myndirnar: Joe Biden er nú tikin í eið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

28 Leygardagur 23. Jan 2021

Biden hevur meldað USA aftur í WHO og Parisavtaluna

Fyrsti dagurin varð brúktur til at ógilda nakrar av avgerðunum hjá undangongumanninum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á sínum fyrsta degi sum amerikanskur forseti hevur Joe Biden skrivað undir fleiri fyriskipanir, eitt nú at melda USA inn í aftur Parisavtaluna, har heimsins lond hava sett sær mál fyri at avmarka upphitingina av jørðini.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan.

Til samans skrivaði Biden undir 15 fyrisskipanir mikudagin, skrivar Reuters.

Umframt veðurlagsbroytingar, snúgva fyriskipanirnar seg um spjaðingina av korona, rasuójavna, eins og nakrar ógildingar av avgerðum, sum undangongumaðurin tók.

Biden skrivaði eisini undir eina fyriskipan, sum limar USA inn í aftur heimsheilsustovnin, WHO.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

29 Leygardagur 23. Jan 2021

Biden steðgar oljurørleiðing úr Kanada

Kanadiski forsætisráðharrin vónsvikin av amerikansku avgerðini

Arbeiðið at leggja oljurørleiðing úr Kanada til USA er steðgað av nýggja amerikanska forsetanum Joe Biden
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt tað fyrsta nýggi amerikanski forsetin Joe Biden gjørdi, tá hann mikudagin tók við sum forseti, var at stegða nógv umrøddu Keystone oljurørleiðingini, sum skuldi flyta stórar nøgdir av kanadiskari olju gjøgnum USA. Henda risastóra verkætlanin hevur verið í gongd seinastu 15 árini.

Tá Obama tók við sum forseti, steðgaði hann eisini ætlanini, men Trump gav so grønt ljós aftur til hana, tá hann tók við. Nú hevur Biden so helst givið hesi rørleiðing endaliga  mønustingin. Biden segði í valstríðnum, at hansara uppgáva í Hvítu Húsunum fór m.a. at vera at raðfesta umhørvið og verðurlagsbroytingar  hægst, og í hesum sambandi ynskti hann eisini at gevast við olju- og gassframleiðslu. Biden tók eisini mikudagin avgerð um at gera USA til  part aftur av París veðurlagsavtaluni.
 
Keystone rørleiðingin gongur úr statinum Alberta í Kanada og víðari suðureftir gjøgnum USA. Umhvørvisfelagsskapir í bæði Kanada og USA hava leingi mótmælt rørleiðingini av ótta fyri oljulekum í náttúruríkum økjum. 
 
[object Object]
 
Rørleiðingin, sum skal leggjast í einum øki uppá 1897 kilometrar, er mett at kosta 55 mia. kr. Ætlanin var at flyta góðar 830.000 tunnur av tungolju gjøgnum leiðingina um dagin. Oljan kemur frá oljusandøkjum í Alberta í Kanada, eitt slag av oljuútvinnan, sum hevur verið funnist at leingi av umhvørvisfelagsskapum og lokala fólkinum.  Ein partur av rørleiðingini er longu lagdur og var ætlanin at leiðingin skuldi fara um markið og gjøgnum statirnar Montana, Suður Dakota og Newbraska og har binda í aðra verandi rørleiðing víðari  til Meksikanska flógvan. 
 
Mótstøðufólk av rørleiðingsætlanini hava víst á, at verður rørleiðingin løgd liðug, so fer hon at eggja til at halda fram við og menna oljusandframleiðsluna í Alberta, sum so aftur merkir, at hon fer at hava stórar avleiðingar á veðurlagsbroytingarnar. Oljusandur er eitt serligt slag av oljuframleiðslu, ið mótmælisfólk meta vera til stóran ampa fyri bæði land og fólk. 
 
Ein kappingarneyti til tungu og meira skitnu oljusandoljuna úr Kanada er olja og gass frá amerikonsku skiferframleiðsluni, sum fleiri meta minni dálkandi. Í dag verða annars 3,5 mió. tunnur av olju úr Kanada útfluttar til USA. 
 
Teir, sum fara at merkja mest til avgerðina hjá Biden, eru framleiðararnir av oljusandi í Kanada. Annars metir World Oil miðilin, at avgerðin at steðga Keystone kann skjótt eisini fáa avleiðingar fyri aðrar rørleiðingsætlanir í USA.

Avgerðin hjá Biden verður ikki væl móttikin av kanadiska forsætisráðharranum, Trudeau, sum hevur roynt at sannføra Biden um týdningin, sum henda rørleiðing fer at hava fyri arbeiðspláss í USA og Kanada. Trudeau sigur seg annars vera fegnan um avgerðina hjá USA at gerast partur aftur av París veðurlagsavtaluni og at steðga olju- og gassleitiing í viðkvomum økjum í Alaska.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2021

30 Leygardagur 23. Jan 2021

Steve Bannon náðaður av forsetanum

143 fólk vórðu náðað týsdagin ella fingu stytt teirra revsing

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Steve Bannon, sum var ein av nærmastu ráðgevunum hjá Donald Trump undir valstríðnum í 2016, er nú náðaður av amerikanska forsetanum.

Týsdagin kunngjørdi Donald Trump fráfarandi forseti listan við 143 nøvnum, ið verða náðað, sum ein av seinastu gerðum sitandi forsetans.

Av teimum 143 á listanum er talan um 73 fullar náðanir meðan 70 persónar fáa revsingina stytta.

Gitnasta navnið á listanum er Steve Bannon, sum í august mánaði í fjør varð ákærdur fyri svik við innsavnan av pengum, ið skuldu rinda fyri múrin hjá forsetanum á markinum til Meksiko.

Eftir valsigurin í 2016 starvaðist Steve Bannon í Hvítu húsunum, men gavst longu í 2017 eftir ósemjur við forsetan.

Í fjør varð hann handtikin og skuldsettur fyri at hava snýtt við innsavnaðum pengum. Men hann er ikki dømdur í málinum, og tað, at forsetin nú eirir honum merkir, at hann fyri framtíðina er vardur móti at verða revsaður í hesum máli.

Málið snýr seg um “We build the wall”-herferðina at savna 25 milliónir dollarar frá privatum. Innsavningin varð sett í verk undir eini tíð, tá forsetin hevði trupulleikar við at finna neyðuga fígging til byggingina.

Bólkurin, sum stóð fyri innsavningini, teirra millum Steve Bannon, lovaði, at allir pengarnir frá innsavningini fóru til byggingina. Men sambært ákærumyndugleikanum, er ein fittur partur av pengunum brúkt til privat endamál.

Steve Bannon hevur noktað seg sekan, og rættarmálið móti honum skuldi byrja í mai.

Stutt fyri jól náðaði Trump eisini fleiri fyrrverandi ráðgevar, Paul Manafort, Roger Stone, Mike Flynn og George Papadopoulos, sum høvdu ein týðandi leiklut í sokallaðu Russlands-kanningini.

Hvítu húsini hava kunngjørt listan yvir tey 143, sum nú eru eirað av forsetanum. Listin sæst her   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

31 Leygardagur 23. Jan 2021

Armin Laschet nýggjur formaður í CDU

Týski stjórnarflokkurin fekk farna vikuskifti nýggjan formann – valið fall á stjórnarforsetan í Nordrhein-Westfalen

Armin Laschet, nýggi formaðurin í CDU (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Armin Laschet, stjórnarforseti í týska statinum Nordrhein-Westfalen, varð síðsta vikuskiftið valdur sum nýggjur formaður fyri týska stjórnarflokkin, CDU.

Hetta hendi á talgildum flokstingi hjá CDU, har 1.001 flokslimir luttóku.

Týski kanslarin, Angela Merkel, fer frá í ár, og hon fór frá sum formaður í flokkinum longu í 2018. Tá yvirtók verjumálaráðharrin Annegret Kramp-Karrenbauer, eisini kend sum AKK, floksleiðsluna.

Men tað gekst tó ikki væl hjá henni, og í februar 2020 boðaði hon frá, at hon fór at leggja frá sær sum floksformaður.

Valið stóð millum Armin Laschet, Friedrich Merz, og Norbert Röttgen.

Röttgen varð valdur frá í fyrsta valumfarinum, og í seinna umfarinum vann Laschet við 521 atkvøðum móti teimum 466 atkvøðunum fyri Merz, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

32 Leygardagur 23. Jan 2021

– Eitt vanlukkuligt moralskt mistak

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO, mælir staðiliga til eitt meira rættvíst býti av koppingarevninum

Aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO, sigur, at heimurin er ávegis til at fremja eitt "vanlukkuliga moralskt mistak" í sambandi við útbýtingini av koppingarevni.

Hann mælir staðiliga til eitt meira rættvíst býti av skamtunum við koppingarevni – um allan heimin.

– Siðurin við "eg fyrst" setir ikki bert tey fátækastu og veikastu í vanda, men hann tekur eisini undan okkum sjálvum, sigur hann sambært Ritzau.

Hendan mannagongdin fer í síðsta enda bert at leingja farsóttina, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Í vikuni kom Hans Kluge, evropeiskur stjóri hjá Heimsheilsustovninum við einari líknandi útsøgn.

Tá vísti hann á, at nøkur fá lond høvdu tryggjað sær 95 prosent av koppingarevninum, og mælti hann eisini til, at tað varð býtt meira rættvíst út, tí vit hava ikki ráð at sleppa summi lond upp á fjall.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

33 Leygardagur 23. Jan 2021

Skuldsett fyri at hava stolið telduna hjá Nancy Pelosi

22 ára gamla Riley June Williams, sum løgreglan eftirrlýsti, er nú handtikin í Pennsylvania

(Mynd av Twitter)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska fregnartænastan, FBI, eftirlýstí mánadagin eina kvinnu, sum eftir øllum at døma stjól fartelduna hjá Nancy Pelosi undir álopinum á amerikansku kongressina 6. januar við ætlan um at selja hana víðari.

Týsdagin boða amerikanskir miðlar frá, at 22 ára gamla Riley June Williams var handtikin og er fongslað í heimbýnum, Harrisburg í Pennsylvania.

Tað er ein fyrrverandi unnusti hjá kvinnunim sum skal hava sagt fregnartænastuni, at hon hevði ætlanir um at selja telduna til russisku fregnartænastuna.

Tað kemur fram í skjølum, sum FBI hevur latið inn til ein dómstól í Washington D.C.

Kvinnan er skuldsett fyri at hava tvingað sær atgongd til kongressina, og fyri at hava luttikið í ófriðinum, sum endaði við, at fleiri stuðlar hjá Donald Trump, forseta, troðkaðu seg inn í kongressbygningin og inn í fleiri skrivstovur í bygninginum, eitt nú skrivstovuna hjá demokratinum, Nancy Pelosi.

Pelosi er forkvinna fyri Umboðsmannatingið, og harvið ein av mest valdsmiklu politikarunum í USA.

Ein FBI-agentur sigur, at við hjálp av fleiri filmsbrotum og fotomyndum frá hendingunum í kongressini sæst kvinnan nærkast skrivstovuni hjá Pelosi.

Eitt vitni, sum fyrr hevur verið unnusti hjá kvinnuni, hevur sagt FBI, at hon ætlaði at senda telduna til ein vin í Russlandi, so teldan kundi seljast víðari til fregnartænastuna SVR, skrivar AFP tíðindastovan.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

34 Leygardagur 23. Jan 2021

Búði tríggjar mánaðir á floghavnini í Chicago

Ein 36 ára gamal maður varð handtikin um vikuskiftið – hann segði, at hann var ov bangin fyri at flúgva heim orsakað av korona

Chicago O'Hare International Airport, har maðurin búði í tríggjar mánaðir (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein kaliforniskur maður varð sunnudagin skuldsettur fyri at hava búð á altjóða floghavnini í Chicago í tríggjar mánaðir.

Frágreiðingin hjá manninum var, at hann var bangin fyri at flúgva orsakað av koronavirusinum. Í staðin leitaði hann sær skjól í eini deild av floghavnini, sum kravdi trygdargóðkenning.

Men um vikuskiftið varð hann handtikin, og skuldsettur fyri stuldur og fyri at hava trokað seg inn á økið á ólógligan hátt, skrivar Ritzau.

19. oktober kom maðurin til Chicago O'Hare floghavnina, har hann skal eitast at hava búð seinastu mánaðirnar.

Tað vóru tvey starvsfólk hjá United Airlines, sum vendu sær til mannin og bóðu hann vísa sítt ID. Hann vísti teimum síðani eitt ID-kort sum onkur hevði mist burtur 26. oktober. Kortið átti ein leiðari á floghavnini.

Starvsfólkini hjá United Airlines ringdu síðani til løgregluna, sum handtóku hann leygarmorgunin.

Hildið verður, at maðurin kláraði seg við at fáa mat frá øðrum ferðafólkum.

Maðurin er 36 ára gamal, hevur hægri útbúgving og reina revsiváttan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

35 Leygardagur 23. Jan 2021

– Harry og Meghan eru lukkulig

Prinsurin er harmur um støðuna við familjuni, men hann og Meghan, sum í fjør fluttu til USA saman við soninum, eru lukkulig har tey eru, sigur ein vinmaður

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Bretski Harry prinsur er sera harmur um slitið við restina av kongsfamiljuni, men hann og konan, hertogafrúan Meghan, eru kortini nøgd við nýggja lív teirra í USA.

Tað sigur Tom Brady, vinmaður hjá parinum.

Hertogin og hertogafrúan av Sussex fluttu saman við soni teirra, Archie, til Los Angeles í fjør, eftir at tey boðaðu frá, at tey ikki longur ynsktu at vera framtraðkandi limir í bretska kongshúsinum. Tað fall ikki í góða jørð hjá restini av familjuni, og málið vakti nógvan ans í miðlunum.

– Eg haldi, hann er harmur um støðuna við familjuni, men eru tey ólukkulig? Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi faktiskt, at tey eru rættiliga lukkulig, sigur Tom Brady sambært Reuters.

Harry og Meghan fáast framvegis við vælgerandi arbeiði, og tey hava eisini gjørt avtalur um m.a. framleiðslu av tilfari til Netflix og framleiðslu av einum podvarpi til Spotify.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2021

36 Leygardagur 23. Jan 2021

Nú er 22 ára gamla Amanda ein bókmentalig superstjórna

Amanda Gorman hugtók við sínari yrking undir setanarhátíðarhaldinum í Washington mikudagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

22 ára gamla Amanda Gorman gjørdist yngsti persónurin, sum hevur havt ein leiklut í sambandi við senanarhátíðarhaldi av nýggjum amerikanskum forseta.

Gorman las upp yrkingina “The Hill We Climb”. Yrking hennara kann lesast sum ein viðmerking til uppreisturin við kongressina herfyri.

Í yrkingini lýsir hon eina megi, ið vil knúsa tjóðina, men at fólkaræðið - demokratiið - fer at sigra. Hon lýsir eisini sín egna uppvøkstur.

Yrkingin var hálvliðug, tá mótmælisfólk lupu á kongressina 6. januar.

- Dagurin gav mær nýggja megi til at gera yrkingina lidna, hevur Gormann greitt AP tíðindastovuni frá.

Eftir upplesturin varð Gormann fagnað á Twitter og øðrum sosialum miðlum.

Talið av fylgjarum á Twitter eksploderaði. Eina løtu øktist tað við 10.000 nýggjum fylgjarum um minuttin. Talið øktist úr 36.000 til yvir 350.000.

Kendir politikarar og listafólk eru millum teirra, sum hava fagnað Gormann á sosialu miðlunum.

“Eg havi aldri verið ernari av at síggja eina nýggja unga kvinnuu hevja seg. Bravo, bravo”, skrivaði sjónvarpsstjørnan Oprah Winfrey.

“Við sínum sterku og fangandi orðum minnir Amanda Gorman okkum um valdið, sum einhvør okkara hevur fyri at varðveita fólkaræðið. Halt áfram at skína, Amanda. Eg gleði meg til at síggja hvat tað næsta verður”, skrivar Michelle Obama.

Gorman er sætta skaldið, sum tekur lut í einum forsetahátíðarhaldi. Onnur skald eru Robert Frost og Maya Angelou. Sum 22 ára gomul er hon nógv tann yngsta.

Amanda Gorman er fødd og uppvaksin í Los Angeles og hevur lisið sosiologi á Harvard.

Hon er skald og aktivistur, kend fyri at taka upp evni sum feminisma, rasisma og kúgan.

Onnur listafólk, sum vóru við á hátíðarhaldinum vóru sangararnir Lady Gaga, jennifer Lopez og Garth Brooks.

Evnið á setanarhátíðarhaldinum var eitt savnað USA. Gorman sigur við L. A. Times, at hon ikki hevði fingið boð um hvat hon skuldi umrøða, man at heitt var á hana um at leggja dent á samanhald.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

37 Leygardagur 23. Jan 2021

Trom fekk størstu játtanina

Talan var um 400.00 krónur. 30 umsóknir um tilsamans fýra milliónir komu í heyst, og ellivu filmsverkætlanir fingu tilsamans 909.000 krónur í stuðli. Løgtingið hevur hækkað stuðulin til film fyri 2021 við 200.000 krónum

Mentamálaráðið játtaði 400.000 krónur til sjónvarpskrimirøðina Trom, sum hevur íblástur frá krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen. Tað var beint yvir 300.000 meira enn nakar annar (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvær ferðir árliga ber til hjá filmsfólki at søkja stuðul til filmsverkætlanir. Fyrru ferð er 1. februar, og hin freistin er 1. september.

Nú er greitt, hvørjar fingu stuðul, og hvussu nógv hvør fekk.  

Hesi ellivu fingu stuðul í september 2020:
Jón Hammer – 400.000 kr.
Torfinnur Jákupsson – 95.000 kr.
Elin Brimheim Heinesen – 90.000 kr.
Heiðrik á Heygum – 59.000 kr.
Deyvafelag Føroya – 55.000 kr.
Rannvá Jónsdóttir Johansen – 55.000 kr.
Julia í Kálvalíð – 55.000 kr.
Jónfinn Stenberg - 50.000 kr.
Beinta Haraldsen – 25.000 kr.
Terji Mohr – 15.000 kr.
Símun Ejler Berg – 10.000 kr.

Samanlagt 909.000 krónur - talan er um dokumentarfilm, stuttfilm, listarfilm og spælifilm.

Uttanríkis- og mentamálaráðið kunngjørdi henda listan mikudagin. Har verður eisini boðað frá, at 30 umsóknir inn, og søkt varð um tilsamans fýra milliónir krónur.

Nógv hevur verið frammi um játtanir til film seinasta árið. Serliga í desember varð viðgjørt og kjakast um, hvørt teknifilmsrøðin Skúla Scam hjá Tóka Janssyni skuldi fáa stuðul ella ikki, eftir at tað gjørdist greitt, at umsókn hansara ikki varð gingin á møti, serliga vegna ljótan málburð.

Trom var á breddanum í 2019 og serliga fyrru hálvu av árinum í fjør, og í mars gjørdist greitt, at sjónvarpskrimirøðina, sum hevur íblástur frá vælumtóktu krimisøgunum eftir Jógvan Isaksen, fekk 450.000 krónur í stuðli, ið var størsta upphæddin.

Tá fekk Andrias Høgenni eisini 450.000 til spælifilmin Brúðarvalsur, og samanlagt varð 1,795.000 millión latin tá.

Tað er Torfinnur Jákupsson, sum skrivar handritið til røðina Trom, og Jón Hammer er framleiðari. Verkætlanin fekk greitt størstu játtanina í hesum umfari: 400.000 til eftirframleiðslu. 

Samanlagt vóru 900.000 krónur eftir at lata til film. Torfinnur Jákupsson fekk beint undir 100.000 til at menna handrit til sjónvarpssendirøðina Tinganes, ið tekur støði í politisku samtíðarskaldsøguni Vit, Føroya fólk frá 2019 eftir Bjørk Mariu Kunoy. 

Elin Brimheim Heinesen fekk 90.000 kr. til arbeiðið við undanframleiðsluni av einum filmi, sum skal byggja á søguna Teodora eftir William Heinesen

Víðari rásarúm til filmslistina í 2021
Á fíggjarlógini fyri 2021 eru 2,9 milliónir játtaðar til at lata til filmslistina. Harvið eru 200.000 fleiri tøkar til verkætlanir. Hetta fegnast Jenis av Rana, landstýrismaður, um: 

- Føroyska filmslistarliga umhvørvið er virkið. Verkætlanirnar fevna víða og gerast eisini størri í vavi, og tí heitti eg í fíggjarlógarviðgerðini fyri 2021 á Løgtingið um at hækka stuðulin til filmslist, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum gleðist um, at áheitanin varð fylgd


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

38 Leygardagur 23. Jan 2021

Nýtt stýrið fyri Setrið tilnevnt

Á fundi farna vikuskiftið tilnevndi Jenis av Rana, landsstýrismaður, formliga nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, ið komandi fýra árini skal stjórna Setrinum saman við rektaranum, Chik Collins

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundinum gjørdi Jenis av Rana greitt, at stýrið skal tryggja, at útbúgvingarnar, ið Setrið bjóðar út, eru akademiskt sterkar, kappingarførar og áhugaverdar.

- Fróðskaparsetrið er ein týdningarmikil stovnur í Føroyum. Tað er miðdepilin fyri vitan og gransking, og menningin her – eins og aðrastaðni – er sera stór. Eg eri tó sannførdur um, at hetta nýggja stýrið hevur júst røttu samansetingina til at møta teimum avbjóðingunum, ið bíða Setrinum komandi árini, segði landsstýrismaðurin millum annað við nýggja stýrið.

Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetrinum, og limirnir skulu sambært lóg samanlagt hava drúgvar akademiskar royndir og hava granskað í Føroyum ella uttanlands, umframt leiðsluroyndir frá bæði vinnu og umsiting.

Stýrið skal hava sjey limir. Landsstýrismaðurin við útbúgvingarmálum velur fýra limir uttan fyri stovnin, starvsfólkini á Setrinum velja síðani tveir innanhýsis limir, og seinasta stýrislimin velja tey lesandi.

Fyri hvønn lim verður varalimur valdur, og valskeiðið er fýra ár (2021-2024) – fyri tey lesandi tó bert eitt ár.

Í nýggja stýrinum eru hesir limir og varalimir:

Uttanhýsis limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur tilnevnt:
Ólavur Ellefsen, KT-verkfrøðingur og stjóri (afturval)
varalimur: Páll Isholm, cand. mag., rektari á Miðnámi á Kambsdali

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (afturval)
varalimur: Heidi Poulsen, arkitektur (afturval)

Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
varalimur: Martin Zachariassen, rektari á IT-Universitetet (afturval)

Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger
varalimur: Anna Kristin Sigurðardóttir, professari á Háskóla Íslands á deildini fyri útbúgving og námsfrøði

Limir og varalimir eftir tilmæli frá starvsfólki á Fróðskaparsetrinum:
Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði
varalimur: Firouz Gaȉni, professari í antropologi, Søgu- og samfelagsdeildin

Jónrit Halling, lektari í mýlskari lívfrøði, Náttúruvísindadeildin
varalimur: Jóhannes Miðskarð, adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, Námsvísindadeildin

Limur eftir tilmæli frá teimum lesandi á Setrinum:
Brandur Arnoarson, lesandi á Náttúruvísindadeildini (situr í 2021)
Varalimur vantar enn.

Nevndin hevur skipað seg á fyrsta fundin. Ólavur Ellefsen heldur fram sum formaður, meðan Marita Rasmussen heldur fram sum næstforkvinna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

39 Leygardagur 23. Jan 2021

G! avdúkað sjey nøvn afturat

Millum teirra eru Swangah og Joe & the Shitboys – fyriskipararnir vóna at kunna hava G! í summar, men endalig avgerð verður tikin í vár

Joe & The Shitboys eru millum teirra, sum eftir ætlan skulu framføra á G! 2021 (Mynd: Theke Klamer)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stutt fyri jól vórðu fyrstu tíggju nøvnini, sum eftir ætlan skulu framføra á G! festivalinum í summar, kunngjørd, og fyri viku síðani avdúkaðu fyriskiparir sjey nøvn afturat. Hesuferð fimm útlendsk og tvey føroysk:

  • Katatonia (Svøríki)
  • Swangah (Føroyar)
  • Gaye Su Akyol (Turkaland)
  • Konvent (Danmark)
  • The Holy (Finnland)
  • Joe & the Shitboys (Føroyar)
  • Antii Paalenen (Finnland)

G! var, eins og allir aðrir festivalar, avlýst í 2020, og enn er ikki greitt, hvussu verður við festivalum í ár.

Fyrstu atgongumerkini til G! 2021 vórðu sett til sølu í desember, men eingin rindar fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin verður veruleiki.

Søla av atgongumerkum til tjalding og húsvognar bíðar eisini til 1. mai.

Nøvnini, sum vórðu kunngjørd fyri jól, eru hesi:

  • José González (Svøríki)
  • Tessa (Danmark)
  • Eivør (Føroyar)
  • Busy P (Frakland)
  • MYD (Frakland)
  • Brimheim (Føroyar)
  • Auður (Ísland)
  • Silvurdrongur (Føroyar)
  • Ghost Notes (Føroyar)
  • Raske Drenge (Føroyar, Belgia)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

40 Leygardagur 23. Jan 2021

Norðurlandahúsið hevur fingið grønt stempul

Altjóða umhvørvismerkið Green Key hevur góðkent Norðurlandahúsið – Vit vilja og kunnu vera við til at gera mun, sigur Gunn Hernes, stjóri

Sami Kultima, tekniskur leiðari, Gunn Hernes, stjóri, Birna Jacobsen, verkætlanarleiðari (Mynd: Norðurlandahúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kafein borðreiðir við burðardyggum, vistfrøðiligum mati, virkisbilurin er ein el-bilur, og lampurnar brúka LED- og lágorkuperur. Norðurlandahúsið hevur seinastu tíðina fyrireikað seg til grøna skiftið og 14. desember eydnaðist tað at fáa altjóða umhvørvisgóðkenningina Green Key, boðar Norðurlandahúsið frá.

Green Key-merkið verður givið til ferðavinnu-og ráðstevnustøð, sum arbeiða miðvíst fyri at verja umhvørvið, og sum lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum, alt frá at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð.

Norðurlandahúsið miðar ímóti at vera við í grøna skiftinum, og tí var tað eyðsýnt at søkja um at fáa góðkenningina og fáa serkøn frá Green Key at meta um ymsu viðurskiftini í húsinum, greiðir Gunn Hernes frá.

–  Tað er umráðandi, at vit signalera fyri okkum sjálvum, gestum okkara, samstarvsfeløgum  og stuðlum, at vit vísa til handling og ábyrgd. Við at søkja og at fara ígjøgnum góðkenningartilgongdina og nú við at arbeiða víðari við hesum, hava vit valt at geva burðardygd høga raðfesting. Visjónin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er greitt, at vit skulu verða heimsins mest burðardygga øki áðrenn 2030. Um vit skulu røkka hesum málinum er tað eisini umráðandi, at hvør einstakur aktøtur gevur sítt ískoyti.

Norðurlandahúsið kann ikki bara leggja seg afturá og hvíla, hóast góðkenningin er komin í hús. Krøvini frá Green Key um at verja umhvørvið økjast alsamt. Tað hevur eisini við sær, at húsið leypandi fer at útbúgva og seta starvsfólkini væl inn í øll viðurskifti hesum viðvíkjandi og áseta nýggj mál til umhvørvisarbeiðið, so vit alla tíðina menna grønu gongdina, sigur Norðulandahúsið.

– Hetta er bert byrjanin uppá eitt stórt og gott abreiði, sum vit skulu fremja, sigur Gunn Hernes.

Green Key umhvørvisgóðkenningin er latin til yvir 3.200 fyritøkur í umleið 65 londum. Í Føroyum eru tað bert Hotel Brandan og Norðurlandahúsið, sum enn hava fingið góðkenningina.

Green Key er undir Horesta, sum m.a. flokkar hotel og ráðstevnustøð. Norðurlandahúsið er, sum tað einasta ráðstevnustaðið í Føroyum, flokkað við fimm stjørnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

41 Leygardagur 23. Jan 2021

James Bond frumsýning útsett enn einaferð

"No Time To Die", sum inniheldur upptøkur úr Føroyum, skuldi upprunaliga frumsýnast í apríl 2020, men nú er útsett til 8. oktober

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hjá teimum, sum hava glett seg at síggja nýggjasta James Bond filmin "No Time To Die", sum m.a. inniheldur upptøkur úr Kalsoynni, gerst bíðitíðin nú uppaftur longri.

Frumsýningin av 25. filminum í røðini um agent 007, er nú útsett fyri triðju ferð.

Upprunaliga skuldi filmurin frumsýnast í apríl í fjør, síðani varð tað broytt til november, so apríl í ár, og nú er sýningin enn einaferð útsett – hesaferð til 8. oktober.

Hesum boðaðu filmsframleiðararnir frá fríggjanáttina, sambært Ritzau.

Fyrstu og aðru ferð var tað koronafarsóttin, sum var orsøkin til, at frumsýningin varð útsett, men einki verður sagt um, hví tað nú verður útsett enn einaferð.

Í "No Time To Die" sæst Daniel Craig aftur í høvuðsleiklutinum sum James Bond fyri fimtu, og sum skilst seinastu ferð.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2021

42 Leygardagur 23. Jan 2021

Disney-lag hjá føroyingum veruliga í umferð á Tiktok

“Better in Stereo” verður brúkt í meira enn 600.000 ymiskum videobrotum á videoappini Tiktok, og hevur meira enn hálva milliard spælingar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lagið “Better in Stereo”, sum Bárður Háberg og Óli Jógvansson gjørdu fyri sjey árum síðani til Disney-røðina "Liv and Maddie", hevur fingið nýtt lív á Tiktok.

Seinastu mánaðirnar er lagið, sum eisini var eyðkennislag til røðina, brúkt í 600.000 ymiskum videobrotum, og dagliga leggjast umleið 6.000 videobrot afturat.

Tilsamans meira enn eina hálva milliard spælingar.

Tiktok er ein app, sum serliga ung brúka, og har tað ber til at dansa ella gera okkurt kreativt meðan tónleikur spælir aftanfyri.

Niðanfyri eru nøkur videobrot frá Tiktok, sum brúkar tónleikin hjá Bárði og Óla.

Videobrotið niðanfyri er tað sum er víst oftast, heilar 70 milliónir ferðir.

@fredziownik_art

Please don’t scroll away ##dlaciebie ##drawing ##rysunek ##fyp

Better in Stereo - Tori

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

43 Leygardagur 23. Jan 2021

Nú sleppa hundrað áskoðarar til innandura ítróttakappingar

Tilmæli hevur seinastu tíðina verið, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Harvið kunnu nakrir áskoðarar koma inn til millum annað dystir í steypakappingini í hondbólti komandi tíðina

Kyndilsáskoðarar til steypafinaluna í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Mælt verður til, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.

Hetta hevur verið tilmæli í Føroyum seinasta mánaðin ella so. Harvið hava millum annað hondbólts- og flogbóltsdystir verið avgreiddir uttan nakrar áskoðarar.

Men henda avmarkan er ikki galdandi longur, og til steypadystirnir í hondbólti í vikuni, varð aftur latið upp fyri áskoðarum, tó ikki fleiri enn hundrað. 

Á heimasíðuni corona.fo er eitt av almennu tilmælunum nú broytt, og tað ljóðar soleiðis: 

- Mælt verður til, at í mesta lagið 100 áskoðarar - undir skipaðum umstøðum - koma saman til innandura ítróttakappingar.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

44 Leygardagur 23. Jan 2021

H71, KÍF og Neistin greiddu sína skyldu

Tríggir dystir vórðu leiktir í steypakappingini hja monnum mikukvøldið

Dánjal Ragnarsson er aftur at síggja í bláum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tríggir dystir vórðu mikukvøldið leiktir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Tveir í bólki 1 og ein dystur í bólki 2.

Í Hoyvík spældu besta liðið og næstbesta liðið hjá H71 móti hvørjum øðrum, og ikki óvæntað vann fyrsta liðið. H71 vann 41-21 móti næstbesta liðnum. Við stóra sigrinum leggur H71 seg á odda í bólki 1.

Kollfirðingar tóku ímóti Team Klaksvík, og talan var um ein spennandi dyst. Klaksvíkingar vórðu á odda 16-15 í hálvleikinum, men til síðst dragnaði Team Klaksvík, og KÍF vann dystin 33-29.

Í bólki 2 var ein dystur leiktur. Neistamenn, sum hava fingið Dánjal Ragnarsson og Trónd Kragesteen aftur, tóku ímóti strandingum í Høllini á Hálsi. Neistin hevði lætt við at skora mál, og hevði tamarhald á dystinum til nakrir minuttir vóru eftir.

[object Object]Tróndur Kragesteen var við aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Neistamenn hildu ikki høvdið kalt, og góvu StÍF møguleika at koma inn í dystin aftur. Tað eydnaðist kortini ikki strandingum at gera tað veruliga farligt hjá teimum bláu, og Neistin vann dystin 32-30. Støðan í hálvleikinum var 17-14.

Sí myndir frá dystinum

Neistin tekur við sigrinum fyrsta plássið í bólkinum, men í morgin verður aftur dystur. Kyndil og VÍF í bólki 2 bresta saman í Høllini á Hálsi klokkan 20 í annaðkvøld.

Bólkur 1

H71 2 - H71 (22-41) 9-22
Toppskjúttar: Eindri Frýdal og Mark Lausen-Marcher 5 mál (H71 2), Hallur Biskopstø 7 mál (H71)

KÍF - Team Klaksvík (33-29) 15-16
Toppskjúttar: Fríði Weyhe 10 mál (KÍF), Vuk Stevanovic 11 mál (Team Klaksvík)

Støðan í bólki 1
1. H71 (2 stig)
2. KÍF (2 stig)
3. Team Klaksvík (0 stig)
4. H71 2 (0 stig)

Bólkur 2

Neistin - StÍF (32-30) 17-14
Dánjal Ragnarsson 10 mál (Neistin), Pætur Johansen 9 mál (StÍF)

Støðan í bólki 2
1. Neistin (2 stig)
2. VÍF (0 stig)*
3. Kyndil (0 stig)*
4. StÍF (0 stig)

*Ongan dyst spælt enn

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2021

45 Leygardagur 23. Jan 2021

Kyndil tók øll á bóli

Botnliðið í landskappingini vann móti oddaliðnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var frøi á teimum grønu eftir dystin í Faxe Kondi steypakappingini millum Kyndil og VÍF á Hálsi hóskvøldið.

Púra óvæntað vann Kyndil dystin móti oddaliðnum í landskappingini 27-25.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil liggur aftast í landskappingini við bara fýra stigum eftir 14 dystir, men tað er møguliga í steypakappingini, at kyndilsmenn fara at gera seg galdandi í ár. Spæla teir sum teir gjørdu hóskvøldið, ber til at náa langt í øllum førum.

Vestmenningar løgdu annars best út, og komu á odda við trimum málum beinanvegin í dystinum. Men hetta var ein dagur, har nógv riggaði hjá Kyndli, og teir megnaðu at koma inn í dystin, og støðan tá liðini fóru til hálvleik, var 15-12 til heimaliðið.

Eina løtu inn í seinna hálvleik var javnt aftur, 17-17, men so megnaði Kyndil at leggja seg á odda enn einaferð. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum, var Kyndil á odda við fýra málum 26-22, og megnaði at halda vestmenningum frá at skora nóg nógv mál til at sigurin kom í vanda.

Kyndil vann 27-25, og frøin á bæði leikarum og heimaáskoðarum var ikki at taka feil av. Hetta kom væl við hjá kyndilsmonnum.

Sí myndir frá dystinum

Toppskjútti hjá Kyndli var Anders Risdal við 11 málum og Julian Olsen gjørdist toppskjútti hjá vestmenningum við tíggju málum.

Við sigrinum í kvøld leggur Kyndil seg á eitt deilt fyrsta pláss í bólki 2 í Faxe Kondi-kappingini saman við Neistanum sum tó hevur betri málmun.

Kyndil - VÍF (27-25) 15-12

Soleiðis verður spælt næstu dagarnar:

Bólkur 1
Leygardagur 23. januar kl. 20 Team Klaksvík – H71 2
Sunnudagur 24. januar kl. 16 H71 – KÍF
Mikudagur 3. februar kl. 20 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 3 februar kl. 20 KÍF – H71 2

Bólkur 2
Sunnudagur 24. januar kl. 16 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 24. januar kl. 16 VÍF – StÍF
Mikudagur 3. februar kl. 20 StÍF – Kyndil
Mikudagur 3. februar kl. 20 VÍF – Neistin

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

46 Leygardagur 23. Jan 2021

H71 og Neistin løgdu seg fremst í steypakappingini

Á Hálsi fall avgerðin í síðstu sekundunum. Í Hoyvík var ongantíð nakar serligur spenningur

H71-kvinnur kundu fegnast eftir stórsigur móti VB (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Steypakappingin í hondbólti hjá kvinnum varð skotin í gongd farna vikuskiftið.

Í Hoyvík, har VB var á vitjan hjá H71, var ongantíð tann heilt stóri spenningurin, og hoyvíkskvinnur kundu seta nógvar ungar kvinnur inn, uttan at tað ávirkaði úrslitið stórvegis. H71 vann dystin 34-26 við einari hálvleiksstøðu á 19-10.

Sí myndir frá H71-VB her

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Maria H. Weyhe við sjey málum. Durita Hjelm var toppskjútti hjá VB somuleiðis við sjey málum.

[object Object]Maria H. Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum (Mynd: Sverri Egholm)

Á Hálsi í Havn var meira spenningur.

Stjørnan úr Klaksvík var á vitjan hjá Neistanum, og komu væl frá byrjan. Meðan Neistin í fyrra hálvleiki ikki fekk sítt spæl at rigga, var tað nógv, sum riggaði hjá Stjørnuni, sum var á odda við fýra málum, tá liðini fóru til hálvleik, 12-8.

[object Object]Katrin Bertholdsen og Marjun Danberg í hornatøkum (Mynd: Sverri Egholm)

Men í seinna hálvleiki gekk betri hjá neistakvinnum, sum ótu seg meira og meira inn á leiðsluna hjá Stjørnuni. Við støðuni 23-23, tá bara fýra sekund vóru eftir, fekk Neistin brotskast. Maria Nólsoy kundi seta bóltin í netið, og tryggja teimum bláu tvey stig í bólkaspælinum.

Sí myndir frá Neistin-Stjørnan her

Við níggju málum gjørdist Marjun Danberg toppskjútti hjá Neistanum, meðan Julia Nalivko við átta málum gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni.

Hetta vikuskiftið verður aftur spælt í steypakappingini hjá kvinnum. Stjørnan og H71 spæla í Klaksvík leygarkvøldið, og Neistin og VB spæla í Havn sunnudagin.

Úrslit
H71 - VB (34-26) 19-10
Neistin - Stjørnan (24-23) 8-12

Soleiðis verður spælt í bólki 2
Leygardagur 23. januar kl. 18 Stjørnan – H71
Sunnudagur 24. januar kl. 14 Neistin – VB
Sunnudagur 31. januar kl. 14.30 H71 – Neistin
Sunnudagur 31. januar kl. 14.30 VB – Stjørnan

Soleiðis verður spælt í bólki 1
Sunnudagur 24. januar kl. 14 H71 2 – Kyndil
Mikudagur 27. januar kl. kl. 20 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31 januar kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31. januar kl. 14.30 StÍF – H71 2

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2021

47 Leygardagur 23. Jan 2021

Stjørnan ónøgd við dømingina

Eitt brotskast tá fá sekund vóru eftir var avgerandi í dystinum millum Neistan og Stjørnuna. Eftir dystin mótmælti venjarin hjá Stjørnuni dómaraavgerðina

Christoffur Gert Nielsen, venjari hjá Stjørnuni, undir dystinum á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað endaði 24-23 millum Neistan og Stjørnuna í steypdysti í bólki 2 sunnudagin. Ein dystur, har Stjørnan annars var omaná í fyrra hálvleiki, og tað sá gott út. Men í seinna hálvleiki komu neistakvinnur nærri og nærri, og endaðu við at fara avstað við øllum - tá fýra sekund vóru eftir.

Á dómaraseðlinum kemur fram, at Christoffur Gert Nielsen, eftir dystin legði protest um síðstu avgerðina í dystinum.

Støðan var 23-23, og Neistin hevði álop, men hevði trupult at koma til upplagdar møguleikar. Tá fýra sekund vóru eftir, fær Sonja Sirdal hjá Stjørnuni tveir minuttir fyri at órógva Neistan, og eftir orðaskifti millum dómarar fáa tær í bláum brotskast. Eitt brotskast, sum Maria Nólsoy setti í netið.

[object Object]Sonja Sirdal (Mynd: Sverri Egholm)

Norðlýsið skrivar, at stór ónøgd var í stjørnuleguni um dómaravrikið gjøgnum dystin. Neistin fekk tíggju brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fekk. Eitt annað, sum er at býta merki í, er, at Stjørnan fekk fimm útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fekk.

Bárður Danielsen og Rógvi Danielsen vóru dómarar hendan dystin.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2021

48 Leygardagur 23. Jan 2021

Agnar kemur aftur at Ólavi Larsen

ÍF hevur sett navn á hjálparvenjaran

Agnar Prestá (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður Agnar Prestá, sum komandi árið kemur at virka sum hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá ÍF.

Hetta kunngjørdi felagið hósdagin.

Venjarayrkið byrjaði longu í 2009, tá hann sum 16 ára gamal fór til verka. Her vandi hann ein árgang hjá KÍ, og fylgdi hesum árganginum líka til 2015 – her kann nevnast at U21 landsliðsleikarin Jonn Johannesen var partur av tí árganginum.

Í 2016 var Agnar Prestá hjálparvenjari undir Mikkjal Thomassen í KÍ, har hann var við til at fáa bæði Ólav Niclasen og Steinbjørn Olsen, sum í ár koma at spæla í reyðum, á fremsta liðið hjá KÍ. Í 2018 var hann við til at skipa fyri yvirornaðari meirvenjing og venjing hjá fleiri árgangum í KÍ. Agnar hevur eisini roynt seg uttanlands, tí í 2019 og 2020 var hann knýttur at “elite” venjaratoyminum hjá KB, sum hevur tilknýtið til danska stórfelagið FCK.

Tá korona rakti, kom Agnar heim aftur, og tók við U17 liðnum hjá KÍ, sum eisini vann steypakappingina í fjør.

Agnar Prestá, sum eisini arbeiðir á Portal.fo, hevur seinastu árini eisini virkað sum viðmerkjari og serfrøðingur í miðlunum.

- Eg eri ógvuliga fegin um at hava fingið hendan møguleikan. Samtalurnar við Ólav Larsen hava verið góðar, og projektið tykist at vera spennandi. Eg havi seinastu árini havt spennandi uppgávur í ungdómsfótbóltinum, og haldi, tíðin er tann rætta at taka stigið upp. Gleði meg at koma í gongd við arbeiðið og royna at vera við til at flyta ÍF víðari, sigur Agnar Prestá við heimasíðuna hjá ÍF.

[object Object]Venjaratoymið hjá ÍF, Agnar Prestá og Ólavur Larsen (Mynd: ÍF)

Og høvuðsvenjarin, Ólavur Larsen, fegnast um at hava fingið klaksvíkingin afturat sær.

- Tað sum vit hava leitað eftir er ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen.

ÍF gjørdist í fjør nummar seks í landskappingini við 26 stigum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

49 Leygardagur 23. Jan 2021

Símun Eliasen skal standa á odda fyri EBS/Skála

Partarnir hava gjørt sáttmála fyri komandi ár. EBS/Skála hevur eitt ungt lið, og er í gongd við at byggja upp. Fuglfirðingurin hevur seinast verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Fróði Reinert Petersen, formaður í EB/Streymi, Símun Eliasen og Ingi Hansen, formaður í Skála
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur áður spælt fyri EB/Streym, og fuglfirðingurin hevur sum venjari millum annað staðið á odda fyri ÍF, næstbesta mansliðnum hjá HB og seinasti verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.

Nú hevur Símun Eliasen tikið av starvinum sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála. Talan er um ein eitt-árs sáttmála. 

EBS/Skála endaði í fjør aftast í Betrideildini, men talan er um eitt sera ungt lið. U18-liðið vann greipuna, og U15-liðið hjá Skála vann steypakappingina og endaði nummar tvey í landskappingini.

Harvið tykist nógv at vera at byggja víðari uppá hjá Símuni. Í toyminum vera eisini Óli Ejdesgaard, Sunnuvá Vesturdal og Per Mikkelsen, sum í nógv ár hava arbeitt við kvinnu/gentusíðuni hjá Eb/Streymi og Skála.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

50 Leygardagur 23. Jan 2021

Bárður er aftur í Víkingi

Bakkurin hevði sín fótbóltsuppvøkstur í Sarpugerði. Samanlagt hevur 28-ára gamli Bárður Hansen spælt 255 dystir í Betrideildini og 25 evropeiskar dystir

Eftir fýra ár sum NSÍ-leikari vendir Bárður Jógvansson Hansen aftur til Víking (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur ligið í luftuni í eina tíð, og bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at Bárður Hansen ikki fór at halda fram í NSÍ, men ístaðin fara aftur til Víking. Hetta er nú veruleiki.

Víkingur kunngjørdi í vikuni at Bárður Hansen hevur skrivað undir ein eitt-árs sáttmála við felagið. 

Bárður er úr Norðragøtu og hevði harvið sín fótbóltsuppvøkstur í GÍ og Víkingi. Kviki og tekniskt sterki bakkurin, ið sum ungdómsleikari spældi sum miðvallari, hevði Sarpugerði sum heimavøll fram til hann var 24 ár.

Á summri 2016 skifti hann til Fremad Amager, har hann spældi rímiliga nógv. Tó gekk bert eitt hálvt ár, til Bárður var aftur í Føroyum, har hann beint fyri jól gjørdi sáttmála við NSÍ. Hetta loypti hvøkk á nógv. 

[object Object]

Bárður Hansen hevur seinastu fýra árini spælt NSÍ. Í einum av dystunum móti Víkingi í fjør var gøtumaðurin í einum margháttiligum roki uttan fyri síðulinjuna. Bárður og fyrrverandi liðfelagin, Gert Hansen, ið nú er hjálparvenjari hjá Víkingi, fingu báðir reytt kort men fóru nærum flenanndi út og hugdi eftir restina av dystinum saman (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir fýra ár í gulum og svørtum skal Bárður Jógvansson Hansen nú aftur spæla við Víkingi. Við felagnum hevur hann vunnið steypakappingina fimm ferðir, var sum nevnt við fyrsta partin av FM-árinum í 2016 og var við til at spæla Víking víðari í Europa League tríggjar ferðir. Bárður hevur eisini eitt steypagull frá NSÍ-tíðini, men eins og til finaluna í 2015 varð høgri bakkurin skaddur til finaluna í 2017.

28-ára gamli leikarin var eisini darvaður av skaða í fjør, og spældi bert 15 dystir fyri NSÍ. Spurningurin er, um trupulleikarnir í knænum fara at darva Bárð í hesum kappingarárinum. Hin høgri bakkurin, ið Víkingur hevur í hópinum, Ari Olsen, er í løtuni úti við skaða í fótinum. 

Samanlagt hevur Bárður Hansen spælt 255 dystir í Betrideildini og skorað 18 mál. Gøtumaðurin hevur spælt heili 25 evropeiskar dystir og skorað eitt ógvuliga týdningarmikið mál - í 2-1 sigrinum hjá Víkingi í Tromsø.

Í kappingini um Løgmanssteypið er Bárður skrásettur fyri 32 dystir og fýra mál. Bárður Hansen hevur spælt seks A-landsdystir, harav bert ein endaði við tapi (0-6 móti Portugal)

Tøl: FaroeSoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2021

51 Leygardagur 23. Jan 2021

Jóannes spælir við KÍ fram til summarsteðgin í fyrstu syftu

Landsliðsbakkurin fer ikki til Danmarkar, har hann skal undir lesnað, heilt enn

Jóannes Kalsø Danielsen í viðtalu við Portalin eftir FM var komið í hús í 2019
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið ein ávís óvissa um framtíðina hjá landsliðsleikaranum Jóannesi Kalsø Danielsen í vetur. 23-ára gamli bakkurin varð útbúgvin sum eletrikari í fjør, og hevur ætlanir um at far til Danmarkar  undir víðari lesnað, og tað lá í kortunum, at Jóannes skuldi fara nú í januar.

Hetta verður tó ikki heilt enn - heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Jóannes Danielsen hevur nú tikið avgerð um at bíða við at fara niður at lesa, tí tað enn er stór óvissa viðvíkjandi Covid19 farsóttini.

- Vit í KÍ eru sjálvsagt sera fegin um hesa avgerð og gleðast um at hava Jóannes í hópinum í eina tíð aftrat.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

KÍ og Jóannes K. Danielsen hava nú gjørt ein eitt-árs sáttmála. Hann verður í Klaksvík til summarsteðgin í fyrstu syftu, og síðani verður nýggj støða tikin, hevur Portalurin fingið upplýst. 

Jóannes Danielsen hevur seinastu trý árini spælt hvønn tann einasta dyst fyri KÍ í Betrideildini, og næstan allar minuttirnar. Kviki og ágangandi bakkurin hevur samanlagt spælt 128 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, og hevur skorað ellivu mál.

Jóannes hevur eitt FM gullheiðursmerki, og hevur verið við til at spælt KÍ víðari fýra ferðir í Europa League. Fyrrverandi vongurin varð kosin til ársins verjuleikara í 2019. 

Tað snýr seg eisini um hjá Jóannesi at finna ta røttu fótbóltsavbjóðingina við síðuna av lesnaðinum uttanlands - hetta fyri at millum annað halda plássinum á landsliðnum, sum hann hevur umboðað sjey ferðir. Ætlanin var, at Jóannes Danielsen skuldi til nakrar royndarvenjingar í Danmark í november, men tað varð av ongum.

Farna vikuskiftið var hann á liðnum hjá KÍ, ið vann 3-0 á B68 í fyrsta venjingardystinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

52 Leygardagur 23. Jan 2021

Elias El Moustage er nú EB/Streymari

19-ára gamli Elias Gilstón El Moustage hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við felagið, sum hann hevur royndarvant við seinastu tvær vikurnar. Leikarin við 29 U-landsdystum hevur ongantíð spælt í vaksnamanndeild í Føroyum áður

Elias í U19-landsydsti móti Fraklandi í Køge í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann vandi fyrst við B36 í nakrar dagar, áðrenn hann fór at royna seg í EB/Streymi. Í venjingardystinum móti NSÍ fríggjakvøldið spældi miðvallarin allar 90 minuttirnar, og sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi vísti Elias Gilstón El Moustage seg so mikið væl fram, at felagið hevur valt at gera sáttmála við hann. Talan er um ein eitt-árs sáttmála.

- Elias er føddur í Danmark, men hevur føroyska mammu. Pápin er úr Marokko, haðani eksotiska eftirnavnið stavar. Fyri nøkrum árum síðani búði Elias eitt skifti á Tvøroyri, men er annars uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt fótbólt við AaB (U15-16-17) og Thisted FC (U19). Hann hevur eisini spælt nakrar dystir við besta liðnum hjá Thisted FC, sum spælir í donsku 2. deild.

Soleiðis lýsir heimasíðan hjá EB/Streymi nýggja leikaran, sum ikki áður hevur spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum: 19-ára gamli Elias El Moustage hevur spælt á øllum ungdómslandliðunum hjá Føroyum, fyriuttan U21, og er skrásettur fyri 29 dystir á FaroeSoccer. Elias El Moustage var U17-landsliðnum til EM-endaspælið í Kroatia í 2017.

[object Object]Elias saman við Fróða Reinert Petersen, formanni í EB/Streymi (Mynd: eb/streymur.fo) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

53 Leygardagur 23. Jan 2021

Helen Nkwocha sett sum høvuðsungdómsvenjari hjá TB

Hon er bretskur ríkisborgari, og hevur drúgvar royndir bæði sum spælari á hægsta stigi og sum venjari í ymsum londum og í stórum feløgum. Tvøroyrar Bóltfelag er fyrsta felag í Føroyum, ið setir eina kvinnu í starv sum høvuðsungdómsvenjari

Helen Nkwocha hevur millum annað arbeitt fyri Manchester United og Liverpool, umframt fyri stór feløg í London, har hon starvaðist sum løgreglufólk, áðrenn hon 100 prosent fór at satsa uppá venjaraleiðina
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon hevur drúgvar royndi sum leikari í Onglandi, og hevur arbeitt sum undgómsvenjari í ymsum feløgum í Onglandi, umframt í USA og Kina. Nú skal hon menna ungdómin í TB.

Helen Nkwocha er bretskur ríkisborgari. Hon starvaðist í 15 ár í løgregluni í London, men segði seg úr starvi fyri at hugsavna seg 100 prosent um at verða venjari. Tað eru ikki smávegis feløg, ið Nkwocha hevur arbeitt fyri: Chelsea, Arsenal, Millwall, Manchester United og seinast Liverpool, umframt New York Red Bulls í USA.

Sí stutt innslag um Helen Nkwocha á BBC

Nú hevur TB sett hana í starv sum høvuðsungdómsvenjari. Hetta hevur millum annað verið í samstarvi við Richard Goffe, ið er høvuðsvenjari hjá B71. 

- Helen, ið hevur A-venjaraprógv, fer at hava ábyrgdina av ungdómsarbeiðinum hjá TB í tøttum samstarvi við lokalu venjararnar, ungdómsdeildina, Ken Fagerberg og Michael Lundsgaard Winther. Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Helen at vera til staðar, tá venjingar eru við Stórá, klár at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja, at leikararnir fáa sum best burtur úr venjingunum. Eisini kemur hon saman við Ken at hava venjingar við øllum liðunum í ungdómsdeildini av og á.

Hetta skrivar Tvøroyrar Bóltfelag, ið er tað fyrsta felagið í Føroyum, ið setir eina kvinnu í starv sum høvuðsungdómsvenjara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2021

54 Leygardagur 23. Jan 2021

Favorittarnir vunnu í 1. umfari

Tjúgu mál komu í fyrsta umfari av venjingarkappingini VFF Cup

Mads Mikkelsen skoraði tvey mál fyri HB í Sørvági. Jesper Brinck var ikki tøkur hjá KÍ, ið bert hevði 13 leikarar tøkar til dystin á Svangaskarði. HB og KÍ vunnu bæði 3-0 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Øll liðini í bestu fótbóltskappingini royndi seg farna vikuskiftið, tá fyrsta umfar í VFF Cup varð spælt. Nógvir leikarar fingu roynt seg, og flestu liðini høvdu nógvar ungar leikarar á vøllunum.

Tað komu samanlagt tjúgu mál í teimum fimm dystunum. Harvið komu fýra í miðal. Flest komu í Sarpugerði, har Víkingur vann stórsigur á Skála, sum skal spæla í 1. deild í ár. KÍ, HB og B36 vunnu á útivølli uttan at lata mál inn.

VFF Cup - 1. umfar
Fríggdagin 15.01: 
EB/Streymur - NSÍ 1-4 (1-1)
1-0 Símun Sólheim
1-1 Klæmint Andrasson Olsen
1-2 Pætur Turiðarson Skipanes
1-3 Aron Knudsen
1-4 Aron Knudsen

Leygardagin 16.01:
Víkingur - Skála 6-1 (4-0)
1-0 Gunnar Vatnhamar
2-0 Gunnar Vatnhamar 
3-0 Andreas Lava Olsen
4-0 Finnur Justinussen
5-0 Jákup Johansen
6-0 Finnur Justinussen
6-1 Poul Kallsberg

B68 - KÍ 0-3 (0-1)
0-1 Sjálvmál
0-2 Jasper van der Heyden
0-3 Odmar Færø

07 Vestur - HB 0-3 (0-2)
0-1 Mads Mikkelsen
0-2 Mads Mikkelsen
0-3 Sjálvmál

ÍF - B36 0-2 (0-2)
0-1 Andrass Johansen
0-2 Benjamin Heinesen

Annað umfar verður spælt í dag, leygardagin 23. januar:
HB - ÍF
KÍ - Víkingur
NSÍ - B68
B36 - EB/Streymur
Skála - 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021

55 Leygardagur 23. Jan 2021

Cristiano Ronaldo skoraði fyri 760. ferð

Hetta er nýtt met, men ikki allir hagfrøðingar eru samdir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá italska felagið Juventus mikukvøldið vann italska Super Cup við at vinna 2-0 á Napoli, var tað Cristiano Ronaldo, sum legði fyri við at skora málið til 1-0.

35 ára gamla fótbóltsstjørnan skoraði harvið mál nummar 760, og er síðan heiðraður sum mest skorandi fótbóltsspælari nakrantíð.

Fleiri miðlar og hagfrøðingar hava skýrt Ronaldo til eigara av metinum, sum hann tók frá kekkisku málmaskinuni Josef Bican, sum í trýati-, fýrati- og fimmtiárunum skoraði 759 mál. Men tað er ikki full semja um, hvør hevur metið.

Dátur frá altjóða heimasíðuni fyri fótbóltshagfrøðingar, RSSSF, sigur nevniliga, at Josef Bican skoraði 805 mál, og tí framvegis eigur metið.

Ósemjan skyldast, at fleiri av málum hjá Bican vóru skorað fyri eyka- og amatørliðið hjá Rapid Wien, eins og í dystum, ið ikki eru skrásettir sum almennir landsdystir, skrivar bold.dk.

Um hugt verður burtur frá hesum málum, so endar hann við 759 málum í 495 dystum, sambært BBC. Til sammetingar hevur Cristiano Ronaldo skorað síni 760 mál í 1.040 dystum.

Nærmasti eltari hjá Ronaldo til hetta metið, og sum framvegis spælir, er tvey ár yngri Lionel Messi, sum hevur skorað 41 mál færri enn portugisin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2021

56 Leygardagur 23. Jan 2021

Rooney er nú givin sum leikari - skal standa á odda fyri Derby til 2023

35-ára gamli maðurin úr Liverpool spældi sín seinasta dyst fyri Derby í november. Hann er nú settur sum høvuðsvenjari í felagnum. Rooney spældi 491 dystir í Premier League og er mest skorandi leikarin í søguni hjá Manchester United og á enska landsliðnum

Wayne Rooney og Derby tóku ímóti Manchester United í FA Cup-dysti beint fyri koronasteðgin. Wayne Rooney hevði sína stórheitstíð sum leikari í United - nú skal hann royna at føra Derby uppeftir (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri mong sum hava fylgt væl við fótbólti, í hvussu er í hesari øldini, kann tað tykjast sum um, at Wayne Rooney so at siga altíð hevur verið har.

Onglendingurin fekk sítt gjøgnumbrot í 2002, tá hann á Goodison Park tók ein langan høgan bólt frálíka væl niður, og smekkaði eitt langskot í málið framvið David Seamen. Harvið avgjørdi Rooney dystin móti Arsenal, og harvið støgaði hann ósigraðu gongdini hjá meistarunum á 30 dystir.

Frásøgumaðurin Clive Tyldesley rópti í løtuni eftir málið "Remember the Name"

Steyp, mál og ósemjur í Manchester
Umtalaða málið varð skotið fimm dagar áðrenn drongurin úr harða Liverpool-býarpartinum Croxteth fylti 17 ár, so tá varð hann yngsti málskjúttin nakrantið í Premier League.

Tá hevði hann spælt fyri Everton í sjey ár. Tvey ár eftir kenda málið var Rooney aftur við til at støðga einari serstakari gongd hjá Arsenal. Hesaferð var tað tó á Old Trafford og í reyðum.

Tað gjørdist skjótt greitt, at Rooney fór at skifta til eitt størri felag, og í august 2004 gjørdist hann heimsins dýrasti tannáringur, tá Manchester United keypti hann fyri 25 milliónir pund. 

Tá "The Invincibles" vitjaðu á 19-ára føðingardegnum hjá Rooney, høvdu teir ikki tapt í teimum undanfarnu 49 dystunum, men í øðrum hálvleiki skaffaði nummar átta hjá United liði sínum eitt tunt brotsspark, ið Ruud van Nistelrooy umsetti til mál, og í yvirtíðini skoraði Rooney til 2-0.

Tað var fyrsta Premier League málið hjá áleyparanum í reyðu troyggjuni. 

[object Object]
Rooney og Ronaldo komu til felagið sum 18-ára gamlir og vóru heilt stóru stjørnurnar í álopspartinum hjá United frá 2006 (Mynd: EPA)

Skjótt menti hann seg til ein lyklaleikara hjá Manchester United - saman við javngamla Cristiano Ronaldo. Eitt krútsterkt United lið undir Sir Alex Ferguson vann meistaraheitið trý ár og rað (2007-2009) og fýra ferðir uppá fimm ár, umframt Champions League í 2008.

Wayne Rooney kom eisini upp á meistarheiti nummar seks í 2013, ið var seinasta árið hjá Sir Alex. Hann slapp eisini at lyfta FA Cup steypið - í 2016 undir Louis van Gaal - og Europa League steypið - undir José Mourinho í 2017. Hann var tí liðformaður, men tíðliga í 30-árunum og ikki longur tann stjørnan og eins avgerðandi sum áður.

Besta persónliga kappingarárið hjá Wayne Rooney var í 2009-2010, har tað bert eydnaðist hjá United at vinna League Cup - Rooney skoraði avgerandi málið í finaluni. Tað var eftir at Carlos Tevez og Cristiano Ronaldo vóru farnir, og Rooney tók so sanniliga ábyrgd og skoraði samanlagt 34 mál.

Tíðin í Manchester United varð eisini merkt av ósemju. Tvær ferðir ynskti leikarin  at fara - fyrru ferð orskað av ónøgd um manglandi framsøkni í keypunum hjá felagnum í 2010, og í 2013 orsakað av ósemju við Sir Alex Ferguson og minkandi leiklut á liðnum.

Hann fór tó ikki fyrrenn í 2017, tá hann vendi aftur til Everton. Tá var Ronney 32-ára gamal, og hann spældi 31 dystir og skoraði 10 mál fyri barndómsfelagið í kappingarárinum, áðrenn nøsin varð vend ímóti amerikanska høvuðsstaðnum. Har gjørdi onglendingurin um seg í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn nøsin varð vend ímóti Evropa og Bretlandi aftur.

[object Object]
Langt frá allar løtur í United vóru góðar. Rooney var liðformaður í nøkur ár, har felagið og liðið royndi at koma fyri seg eftir Sir Alex Ferguson tíðina. Wayne Rooney endaði tó sína tíð í felagnum við at vinna Europa League (Mynd: EPA)

Í Derby hevur Wayne verið partur av venjaratoyminum, samstundis sum hann hevur spælt. Herfyri varð so kunngjørt, at yrkisleiðin sum leikari er av, men at Wayne Rooney hevur skrivað undir sáttmála sum høvuðsvenjari hjá felagnum, sum er galdandi til juni 2023. Philip Cocu fekk sekkin í november. Derby lá aftast í The Championship eftir 3-0 tapið fyri Middlesbrough 25. november.

Hetta gjørdist seinasti dystur í yrkisleiðini hjá nú 35-ára gamla Rooney, ið eftir hetta tók yvir sum fyribils stýrimaður. Hann hevur megnað at lyft Derby tvey pláss upp, og liðið hevur bert tapt tveir dystir í The Championship síðani - tó var Derby fyri eyðmýking í 3. umfari í FA Cup, har Chorley úr sættbestu deildini vann 2-0.

Landsliðið og eftirmælið
Wayne Rooney setti í 2003 met sum yngsti leikarin á enska landsliðnum nakrantíð. Í sínum fyrsta endaspæli - EM í Portgal í 2004 - gjørdi 18-ára gamli hartarbeiðandi, skjóti, ágangandi, avbjóðandi, skotsterki og tekniskt dugnaligi áleyparin bart við fýra málum.

Ein skaði tíðliga í fjórðingsfinaluni móti Portugal, har Ongland reyk út eftir brotssparkskapping, skuldi vísa seg at vera eitt ringt tekin fyri tíðina á landsliðnum - í øllum førum í samband við endaspøl.

Rooney fór hálvavegna skaddur til HM í Týsklandi í 2006 og varð útvístur í fjórðingsfinaluni móti Portugal, ið aftur sló Ongland út eftir brotsspørk.

Ongland spældi seg ikki til EM í 2008, HM í 2010 var ein katastrofa fyri liðið og Rooney, í 2012 var hann aftur meira ella minni skaddur, í HM 2014 fekk Rooney sítt fyrsta HM-mál, men Ongland spældi bert tríggjar dystir í Brasil.

Tíðin á landsliðnum støgðaði meira ella minni á ringasta hátt: Tá Ísland sló Ongland út í EM í Fraklandi, hóast Rooney legði liðið hjá Roy Hodgson á odda við brotssparki.

Talan er um leikara, ið skilir vøtnini í serliga Onglandi. Hann var illa lýddur millum Liverpool-fjepparar og, eftir skiftið til United, millum Everton-fjepparar.

United-fjepparar elskaðu hann, men tá hann vildi burtur, varð tað ikki líka breitt og djúpt, og summu vendu honum verliga bakið. Wayne Rooney hevur havt nakrar støður uttan fyri vøllin, ið vóru meira enn óhepnar. Hann er  tikin fyri at koyra ávirkaður, tvær ferðir varð hann avdúkaður at hava verið saman við skøkjum - seinnu ferð meðan konan Coleen var við barn. Hetta ávirkaði hann nógv í seinnu hálvu av 2010.

Tey eru enn saman, hava fýra børn, og elsti sonurin, Kai, skrivaði fyri stuttum undir lærlingasáttmála við Manchester United.

Í Onglandi hevur Rooney verið fyri atfinningum orsakað av hansara avrikum fyri landsliðið. Tá hugt verður eftir yvirlitum yvir endaspæl, er tað til at skilja.

Men Rooney spældi heilar 120 landsdystir, og er mest skorandi leikarin á enska landsliðnum nakrantíð. Samanlagt spældi hann spældi 491 dystir í Premier League - bert Allan Shearer hevur skorað fleiri mál - og samanlagt hevði Wayne Rooney eina glæsiliga yrkisleið sum leikari, og varð síðsta vikuskifti fagnaður av ógvuliga mongum í fótbóltsheiminum á sosialu miðlunum fyri síni fótbóltsavrik.

Spurningurin er so, hvussu hann fer at standa seg sum høvuðsvenjari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2021