Komnir 100 metrar nærri Dali
Arbeiðið at gera Dalstunnilin gongur væl, og næstan 100 metrar eru boraðir. Játtan røkkur til í summar, men tað ganga eini seks ár áðrenn tunnilin kemur út í Dali
Leygardagur 30. Jan 2021 | Nr. 5 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
Arbeiðið at gera Dalstunnilin gongur væl, og næstan 100 metrar eru boraðir. Játtan røkkur til í summar, men tað ganga eini seks ár áðrenn tunnilin kemur út í Dali
SíÐa 2
SíÐa 14
SíÐa 6
SíÐa 24
SíÐa 44
SíÐa 51
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Føroyingar eru farnir at rinda pengar til danskar hjálparfelagsskapir aftur fyri, at vit nú fáa koppsetingar ókeypis frá dønum.
Ein snild provokasjón, men óneyðug.
Um pengarnir brenna í lummanum eftir at hava fingið eitt lívsleingjandi prik í armin ella tvey, so kunnu vit skjótt finna móttakarar, ið eisini høvdu havt mikið gagn av upphæddini.
Her verður serliga hugsað um tann partin av føroyska vinnulívinum, sum í dag veruliga líður undir avleiðingunum av heimsfarsóttini.
Ikki tí – vit hava tað gott í Føroyum. Merkja nærum ikki avmarkingar vegna koronasmittuna í sama mun sum øll onnur lond í heiminum, sum veruliga eru í neyð og seta ógvuslig tiltøk í verk í royndini at basa smittuútbreiðsluni.
Men hóast vit hava tað gott, so eru tað vinnur, ið bløða. Serliga er talan um vinnurnar, sum í stóran mun eru tengdar av ferðafólkunum, sum ikki eru til staðar í hesum tíðum.
Í mun til hvat vinnulívið fær í endurgjaldi gjøgnum hjálparpakkar í øðrum londum, so fær føroyska vinnan millum lítið og einki. Eitt tilboð um at selja part av fyritøkuni til íleggingargrunnar, kann ikki kallast hjálp.
Vandin fyri, at ein partur av til dømis matstovuvinnuni ikki hórar undan, er tí til staðar nú. Higartil hava tey klárað seg, men kreppustøðan, sum fyri tíggju mánaðum síðani varð søgd at varða í eitt hálvt ár ella gott og væl tað, sær ikki út til at fáa nakran enda.
Hóast koppsetingar er onki, ið bendir á, at ferðavinnan kemur upp aftur at koyra í nærmastu framtíð. Klára gistingarhús, busseigarar, matstovur og aðrir upplivingarveitarar at hóra undan, um ongi útlit eru til at útlendingar fara at koma í ár heldur?
Tað verður trupult. Og tað er tí, at tú, ið nú verður koppsettur, heldur enn at lata Kattens Værn, Folkekirkens Nødhjælp ella Red Barnet hjálpina, eigur at lata pengarnar til eina føroyska matstovu ella gistingarhús ístaðin. Tú fært eina góða máltíð ella náttarsvøvn í nývaskaðum songjarklæðum afturfyri.
Ikki tí at danskir hjálparfelagsskapir ikki skulu stuðlast – men tí at tað eru føroyingar, ið hava meira brúk fyri pengunum akkurát nú.
Matstovurnar eru ikki áhugaðar at brúka einasta kokkaskúla í landinum – tann í Klaksvík
Øll tey, sum standa í kokkalæru á teimum betru matstovunum í Havn verða send til Danmarkar á skúla. Áhugi er ikki at senda tey til einasta kokkaskúla, sum er í landinum – tann í Klaksvík.
Hetta kom fram, tá umboð fyri tær bestu matstovurnar í landinum í gjár vóru savnað á matstovuni Húsagarði í sambandi við at heiðursbrøv fyri upptøku í Den danske Spiseguide vórðu handað.
Við tað, at tað ikki er gerandisdagur at umboð fyri tær ymsu matstovurnar sita saman, løgdu stigtakararnir upp til kjak um ymisk viðurskifti í vinnuni, og eitt av hesum var júst hvussu og hvar føroyskir kokkar verða útlærdir.
(Mynd: Sverri Egholm)
Og her kom fram, at matstovuvinnan ikki brúkar føroyska kokkaskúlan. Hvar senda tit tykkara kokka- og tænaralærlingar á skúla, varð spurt út í salin.
- Til Danmarkar, Keypmannahavnar. Har fáa tey góðan íblástur, sum tey ikki kunnu fáa í Klaksvík, ljóðaði svarið.
Eitt sindur undarligt hjá uttanfyristandandi at hoyra, at hóast matstovuvinnan er við at menna seg til eina stóra vinnu í Føroyum, so eru ongi stig tikin til at geva komandi kokkum og tænarum møguleika fyri at taka skúlagongdina her.
Tað skiltist á øllum brøgdum, at áhugin í vinnuni heldur ikki er at taka upp tættari samstarv við kokkaskúlan í Klaksvík, ið – sum skilst – miðsavnar seg um at útbúgva skipskokkar.
Ein teirra, ið hevur eina meining um støðuna, er Svein í Heiðum, góðskuleiðari hjá Smyril Line og harvið eisini á hotellunum Hafnia og Brandan.
- Eg haldi, at vit skuldu havt eina kokka- og tænaraútbúgving á Glasir ella í tilknýti til Glasir. Um útbúgvingin skal málrættast móti matstovuvinnuni, so hevði hon ligið best í høvuðsstaðnum, heldur Svein í Heiðum, tí tað er í Havn, at matstovurnar eru.
Rannvá Lamhauge Beder og Janus Einar Sørensen, kokkar á Húsagarði (Mynd: Sverri Egholm)
Og hann útdýpir sína áskoðan eisini:
- Tað at læra fínari matgerð er ikki bara at duga at handfara eina pinsett til at pynta ein borðisk við blómum. Tað er eisini at duga at matgera fyri 700 fólkum samstundis – nakað, sum kokkarnir umborð á Norrønu til dømis gera hvørt kvøld í háárstíð.
- Hevði kokkaskúlin verið í sambandi við Glasir, so kundu teir roynt hetta av upp á hinar næmingarnar, sum ganga á skúlanum. Hetta hevði verið ein stór avbjóðing og góður lærdómur fyri bæði kokka- og tænaralærlingar, heldur Svein í Heiðum.
Eisini heldur hann, at tað kundi verið gott til tess fyri at fáa nýggj fólk inn í yrkið, at útbúgvingin hevði verið í einum størri útbúgvingarumhvørvi.
- Hvør veit, Føroya besti kokkur er kanska farin í timburlæru, og veit ikki av at hann átti at verið kokkur. Um ein kokkayrkið ikki er ein partur av samlaða handverkaratilboðunum, so finna vit heldur ongantíð út av tí...
Sigmundur Nielsen, kokkur á Ræst (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021
Den danske Spiseguide heiðraði teimum bestu matstovunum í Føroyum
Føroyska mastovuvinnan – í hvussu so er tann í Havn – hevur eitt høgt støði.
Hetta varð staðfest hósdagin, tá 11 ymsar matstovur vórðu heiðraðar við serligum skreytblaði at hanga upp í matstovuni.
Tað er Den danske Spiseguide, sum letur henda heiðurin. Og hetta merkir, at tær 11 matstovurnar, tær eru í Havn, umborð á Norrønu og Frammi við Gjónna, verða umrøddar í bókini við umleið 300 teimum bestu matstovunum í kongaríkinum.
Tað er danski matkennarin, Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur givið út hesa vegleiðing og ummæli av bestu matstovunum í ríkinum.
Tá Bent Christiansen byrjaði, kom Michelin og aðrir altjóða matummælarar ikki nærhendis donskum og norðurlendskum køkum. So er ikki longur, men hann hevur kortini trúliga givið sína guide út.
Vanliga verður skipað fyri einum galladøgurða á einari matstovu um heystið, men tað kundi ikki lata seg gera í ár.
Tí var stig tikið til at skipa fyri einum serligum lítlum handanartiltaki á matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan seinnapartin í dag. Stigtakarar vóru Johan Mortensen og Gutti Winther saman við Svein í Heiðunum, tænastuleiðara hjá Smyril Line.
Karin Visth, matstovuleiðari og víntænari á Koks (Mynd: Sverri Egholm)
Tær 11 matstovurnar eru:
Upptiknar í Den danske Spiseguide: Ræst og Fútastova, Heima í Havn.
Heiðrað við “Kniv & Gaffel”, sum eru fyri matstovur, ið hava “ein áhugaverdan køk við góðum prísi/góðsku”: Hotel Hafnia og Etika.
Ein stjørna verður givin fyri matstovum, ið borðreiða við mati og drekka á einum støði, sum er oman fyri danskt miðal. Matstovan Katrina Christiansen fekk henda heiðurin.
Tvær stjørnur verða givnar fyri matstovur, ið veita eina avbjóðandi og spennandi uppliving við góðari tænastu og vegleiðing. Tvær stjørnur fingu: Barbara Fishhouse og Áarstova. Barbara Fishhouse var eisini millum tær tilnevndu til ársins fiskamatstova 2020. Eisini Bitin og Simmer Dim umborð á Norrønu, sum í næstum skiftir navn til Munkastova, vórðu heiðraðir við tveimum stjørnum sum smyrjibreyðs- og “frokost”-matstovur. Simmer Dim var eisini millum tær tilnevndu til at gerast Ársins Smyrjibreyðsmatstova 2020
Matstovuleiðarin á The Tarv og "Ársins kjøt-sommelier", Wi Ounsa (Mynd: Sverri Egholm)
Tríggjar stjørnur verða givin matstovum har tað altíð er trygd fyri mati, drekka og servering á hægsta stigi. Tríggjar stjørnur fekk The Tarv. Harafturat var matstovuleiðarin Wi Ounsa eisini kosin Ársins kjøt-sommelier 2020.
Endiliga er tað Koks frammi við Gjónna, sum er í eisnum flokki fyri seg millum føroyskar matstovur. Koks verður flokkað EEE, sum í Den danske Spiseguide stendur fyri Europa Exclusive Elite, og er sostatt bólkað millum tær fáu matstovurnar, ið verða mettar eins høgt og áttu tær tríggjar stjørnur hjá Michelin.
Efturat EEE, varð matstovuleiðarin, Karin Visth, eisini millum tey tilnevndu til Ársins Sommelier (víntænari) 2020. Á serliga rating-listanum yvir dygdina á vínkortinum, fær Koks 32 av 35 møguligum stigum.
Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist (Mynd: Sverri Egholm)
Johan Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Arbeiðið at gera Dalstunnilin gongur væl, og næstan 100 metrar eru boraðir. Játtan røkkur til í summar, men tað ganga eini seks ár áðrenn tunnilin kemur út í Dali
- Tað gongur væl at bora Dalstunnilin, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki.
Nærum 100 metrar eru boraðir, og ferð er komin á arbeiðið. Væntandi eru 400 metrar boraðir tá vit nærkast summarinum. Men so verður heldur ikki borað meira fyri í ár, tí tá er játtanin nevniliga brúkt. Við hesari ferðini, verður ikki liðugt at bora tunnilin fyrr enn í 2026.
Vilhelmina Larsen (Mynd: Sverri Egholm)
Vilhelmina Larsen trýsti á knøttin, tá fyrsta skotið varð latið av til hátíðarhald í Húsavík 5. november í fjør, og setti sostatt gongd á arbeiðið at gera nýggja farleið til Dals. Ein 2,2 kilometrar langan tunnil, sum skal loysa vandamiklu farleiðina eftir Dalsvegnum av.
Tað var stór gleði millum dalbingar á stóra degnum - nú fór nýggja farleiðin endiliga at koma. Men tað bleiv beinanvegin greitt, at tað gongur ein rúm tíð, áðrenn tvísporaði tunnilin verður klárur at taka í nýtslu.
Hendan dagin í november gjørdi Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, greitt, at við verandi játtan fer tað at taka umleið tíggju ár, áðrenn tunnilin er liðugur. Hann segði við Dag og viku, og at vóru 25-30 milliónir vórðu settar av árliga, kundi arbeiðið verið gjørt liðugt upp á fýra ár.
Verkætlanin er eitt sindur øðrvísi enn eitt nú Viðareiðistunnilin, sum stóð liðugur í 2017 og tunlarnir Norð um Fjall, sum løgtingið í vikuni játtaði hálva milliard til at gera.
Í hesum førinum verða níggju milliónir játtaðar um ári, og borað verður so langt tað røkkur, og síðani verður farið í gongd aftur árið eftir, tá játtan er tøk aftur.
Við núverandi játtan og gongur so væl, sum tað ger nú, klára vit 400 metrar um árið. Vóru 20 milliónir á játtanini árliga, so kláraði man 700 metrar, og hevði arbeitt alt árið, greiðir Fríðrik Heinesen frá.
Soleiðis sá út 5. november 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
Ferð komin á
- Vit koyra í skiftum upp á ein mánað. Í tvær vikur verður borað og sprongt, meðan tað síðani verður arbeitt við øðrum í tunlinum og uttanfyri í eina viku, og síðstu vikuna hevur tunnilsliðið, sum telur seks mans, frí, greiðir Fríðrik Heinesen frá um arbeiðsháttin, sum tunnilsliðið hevur.
Tá teir boraðu hasar 14 dagarnar í hesum mánaðinum, vóru 50 metrar boraðir, frá 40 metrum og inn á 90 metrar. Tað er gott, sigur Fríðrik Heinesen, verkætlanarleiðari. Hann samanber við Sandoyartunnilin, har teir arbeiða í tveimum vaktum og klára 50 metrar upp á eina viku.
Í løtuni klárar tunnilstoymið í miðal eina spreinging um dagin, men miðað verður eftir at koma upp á hálva aðru spreinging í miðal. Hvør spreinging fer umleið fimm metrar inn.
Fakta um Dalstunnilin
• 2,2 km til longdar úr Húsavík til Dals
• Fyrsta skot latið 5. november 2020
• Við núverandi játtan: 400 metrar um ári
• Fer at taka hálvt sætta ár við núverandi játtan at bora til Dals
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021
Stjórin Glenn Ståhl sigur, at hetta, saman við meira venjing við størri góðsku, skal eykenna nýggja akademiið, ið KÍ hevur stovnsett. Tað fer at kosta 1,5 millión árliga at reka
Tað er hósdagur 28. januar, og tað liggur nakað av kava á vøllin við Djúpumýru. Klokkan er farin av ellivu, og morgunvenjingin hjá besta mansliðnum hjá KÍ er so gott sum av.
Tríggir standa um miðjan vøll við nakað av frástøðu og spæla bóltin ímillum sín: 24-ára gamli Jóannes Bjartalíð, 23-ára gamli Jóannes Kalsø Danielsen og 22-ára gamli Jákup Biskopstø Andreasen.
Tann elsti og tann yngsti eru uppvaksnir á somu gøtu, uppi á Brekku - tann mittasti á Geilini. Harvið hava teir altíð havt bert áleið fimm minuttir til "plenuna", har teir eiga eina rúgvu av tímum, har teir hava vant við ymsu ungdómsliðnum og fast seinastu seks árini við besta liðnum hjá barndómsfelagnum.
Jóannes Danielsen og Jóannes Bjartalíð fegnast saman við øðrum liðfeløgum í ótrúliga 6-1 sigrinum á Dinamo Tibilisi (Mynd: Sverri Egholm)
Liðformaðurin Jákup B. Andrasen (nr.8) eftir leiklok móti Tibilisi. Nummar 11, Jonn Johannessen, er trý og eitt hálvt ár yngri. Hann skoraði í dystinum og er tann seinasti í røðini av ungum klaksvíkingum, ið hevur gjørt um seg (Mynd: Sverri Egholm)
Jóannes, Jóannes og Jákup hava tó eisini brúkt óteljandi av tímum sjálvir við bóltinum og saman við vinmonnum, har bólturin hevur havt fokus. Harvið hava teir bygt uppá næstan hvønn dag, og í 2019 vóru teir lyklaleikarar, tá KÍ vann sítt fyrsta FM á manssíðuni í tjúgu ár.
Jóannes Bjartalíð var toppskjútti hjá liðnum og varð kosin ársins leikari í Føroyum. Jóannes K. Danielsen varð í sínum triðja árið sum bakkur kosin ársins verjuleikari, og Jákup B. Andreasen tók fyrst ímóti steypinum sum liðformaður, og miðvallarovastin varð kosin besti ungi leikari í Føroyum.
Saman eru hesir leikararnir, sum eisini hava gjørt um seg í evropeiskum brøgdum fyri KÍ og í landsliðsfótbólti seinnu árini, ein ímynd fyri hvat KÍ sum felag vil skapa av leikarum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Malmö, AIK, FC Nordsjælland, FCK, FC Midtjylland og KÍ
Ímeðan stjørnurnar í Klaksvík eru við bóltinum uttanfyri, verða ætlanirnar um at skapa tær næstu lagdar fram á loftinum á KÍ-høllini.
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur boðið inn til tíðindafund fyri at greiða miðlum frá ætlanunum fyri fótbóltsakademiið, sum varð stovnsett fyrr í vetur, og hvussu tað verður skipað. 13. november 2020 varð boðað frá, at Glenn Ståhl skuldi verða akademistjóri í Klaksvík. Og sviin setti henda hósdagin orð á stóru ætlanirnar.
- KÍ er eitt ógvuliga stórt, framsøkið og tillokkandi felag, og vit vilja halda fram at betra tað. Arbeiðshátturin ið vit fara at nýta í mun til at skipa venjingar hjá akademiinum minnir um tann, ið stórfeløg í Skandinavia nýta í ungdómsdeildunum: FC Nordsjælland, FCK, FC Midtjylland, Malmö FF og AIK.
Og Eyðstein Poulsen, ið er starvsnevndarlimurin við ábyrgd av akademiinum, nevndi eisini FC Midtjylland.
- Vit eru ikki bangin fyri hugsa stórt í KÍ, og vit ynskja eisini í framtíðini at ein ungur føroyskur leikari, ið hugsar um at fara til til dømis FC Midtjylland, ístaðin kann velja KÍ sum eitt alternativ.
Eyðstein Poulsen og Glenn Ståhl (Mynd: Sverri Egholm)
At uppnáa hetta verður tó als ikki lætt, ásannaði nevndarlimurin, og hann sló eisini fast, at aðalmálið við akademinum er at fáa lokalar leikarar ígjøgnum, men at úrslitið av hesum ikki fer at síggjast beinanvegin. Talan er um eina fimm-ára ætlan í fyrstu syftu, og bygt verður upp frá teimum heilt yngstu.
Skulu brynjast til lopið við góðum og røttum strukturi
Tøl sum Norðlýsið fyri stuttum hevur gjørt upp vísa, at talið av leikarum í hópinum hjá besta mansliðnum hjá KÍ, sum eru uppvaksnir í felagnum, fyri tað mesta hevur verið lækkandi seinnu árini.
Krøvini at spæla á einum oddaliði í Føroyum hækka alsamt, og arbeiðið á akademiinum verður sera týðandi fyri, um tað fer at eydnast KÍ at uppala framtíðar stjørnur.
Hvussu skal hetta so skipast? Júst skipan - strukturur - eru lyklaorð, sambært Glenn Ståhl, og tað er nakað av tí, ið skilur akademiið útfrá "vanligum" ungdómsarbeiðum, sigur sviin, So snýr tað seg eisini um at fáa økt venjingarmongdina og góðskuna, og har skal nógv leggjast fyri
- Systematisering og strukuturur eru lyklaorð. Tað verða vikuskema gjørd til teir ymsu árgangirnar, har tað verður arbeitt við einum yviskipaum tema. Síðani verður eftirmett, og tað verður hugt meira eftir, júst hvat vit venja og hví. Eisini fara eldru liðini at nýta tíð til video, og vit fara at arbeiða við lopinum frá ungdómsfótbólt til vaksnamannafótbólt, ið er ein avbjóðing. Her verður hátturin, ið vit arbeiða við, avgerðandi. So snýr tað seg eisini um at fáa meira venjing, sum so eisini skal vera við góðsku. Har verða millum annað morgunvenjingar settar inn har til ber at venja á ein annan hátt.
Júst morgunvenjing og meirvenjing kemur meira í spæl, tá nýggi vøllurin við rennibreytina verður til reiðar seinni í ár. Hetta undirstrikaði Eyðstein Poulsen, og tørvurin á einum vølli afturat er stórur. Hann er í løtuni í dialogi við Skúlan á Skúlatrøð um samstarv viðvíkjandi fótbóltsvenjing, og hetta fer allarhelst eisini at vera partur av akademiinum.
Tað skal vera ein reyður (bláur) tráður í arbeiðnum, varð eisini nevnt, og Glenn Ståhl segði, at tað er umráðandi, at "KÍ-úttrykkið" sum er kent, verður gjøgnumarbeitt. Í heyst sat ein bólkur og setti orð á nøkur eyðkenni í leikháttinum, ið skal eyðkenna øll liðini hjá KÍ, og síðani hevur tað verið arbeitt víðari við teimum, og orð hava verið sett á, hvussu tey skulu venjast og nær - í hvørjum aldri o.s.fr.
Harvið skal ein leikari, sum byrjar at spæla í KÍ systematiskt koma ígjøgnum nøkur serstøk ting í venjingunum - tað skal vera ein skipað tilgongd, og hetta fer at hjálpa við skiftinum frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt, slær 49-ára gamli sviin, ið hevur arbeitt við besta liðnum hjá TB/FCS/Royn og NSÍ seinnu árini, fast.
(Mynd: Sverri Egholm)
Skipanin
Ein høvuðsvenjari er settur til mans/dreingjasíðuna. Tað er Oddur Olsen, sum seinastu trý árini hevur verið høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Hann er eisini settur sum venjari hjá 1. deild hjá monnum, ið hevur eitt sera ungt lið og hoyrir undir akademiið.
Harvið kemur at Oddur at hava ein stóran leiklut í menningini hjá leikarunum, ið møguliga standa á gáttini til besta liðið og fyri at fáa eina smidligari yvirgongd. Arbeitt verður í løtuni uppá at fáa fleiri venjarar - avdúkað varð hósdagin, at Eyðun Klakstein kemur inn tvær ferðir um vikuna.
Eingin høvuðsvenjari er í løtuni til kvinnu/gentusíðuna, men nóg mikið av venjarum eru. Tó eru ov fáir leikarar har í løtuni, staðfestir Eyðstein Poulsen, og tí verður settt kraftigt inn á gentusíðuni. Betri kvinnur hoyra undir akademiið.
Frá U9 og niðureftir eitur tað barnafótbóltur, og har skal ein leiðari setast. Eyðstein segði eisini, at øll frá U11 og uppeftir fáa eitt venjingarsett frá felagnum.
7,5 milliónir settar av komandi árini
Áðrenn tíðindafundin kom fram, at 1,5 milliónir krónur av peninginum, ið Betri liðið hjá monnum vann felagnum orsakað av evropeisku luttøkini í fjør, fer til akademiið. Hetta er júst tann upphæddin, ið akademiið fer at kosta árliga, sambært tí fimm-ára ætlanini, ið er gjørd. Hetta er samanlagt 7,5 milliónir krónur.
Fjepparafelagið hjá KÍ í Havn hevur eisini latið akademinum 75.000 krónur, og annars verða tað luttøkugjald, stuðlar og FSF sum koma at rinda, upplýsir Eyðstein Poulsen.
Akademiið fer at kosta KÍ áleið eina millión meira árliga enn ungdómsarbeiði gjørdi frammanundan, og harvið hevur felagið av álvara valt at gera eina íløgu í framtíðina. Spurningurin er so nær, og í hvussu stóran mun fruktirnar av íløgunum og arbeiðnum koma at síggjast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent løgtinginum dagføring av tollógini, sum skal tryggja Taks betur amboð til eftirlit við innsmugling av rúsevnum
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent Løgtinginum eina dagføring av tolllógini, sum millum annað tryggjar tollarum fult elektroniskt innlit í ferðafólkalistar og upplýsingar, sum flutningsfeløgini hava um tann ferðandi.
Landsstýrismaðurin fær heimild til í kunngerð at áseta neyvari reglur, um hvørjar upplýsingar skulu latast um ferðafólk, og hvussu upplýsingarnar skulu latast. Við broytingini fær TAKS eina greiðari og meiri einsháttaða mynd av teimum ferðandi, sum skal brúkast til at gera váðametingar av ferðafólki og manningum, sum koma um føroyskar havnir og um flogvøllin.
Váðametingar hava víst seg gagnligar í marknaðeftirlitum hjá grannalondum okkara, og við broytingini í kunngerðini kann TAKS krevja, at talgildu upplýsingarnar verða latnar á ein ávísan hátt. Hetta tryggjar, at viðgerðin av upplýsingum verður einsháttað og at til ber at fremja eina váðagreining í nóg góðari tíð til at tryggja eitt nøktandi fysiskt eftirlit, tá fólk koma til landið.
Løgtingið hevur hækkað játtanina hjá TAKS til eftirlitið av innsmugling av rúsevnum við 500.000 krónum.
Men tað hevur týdning fyri landsstýrismannin við fíggjarmálum at herða átøkini móti rúsevnissmugling, og tí er dagføringin av tolllógini bara fyrsta stigið:
- Eg øtist sjálvsagt yvir vaksandi rúsevnistrupulleikan í Føroyum og nýggju framferðarhættirnar, sum síggjast í narkoumhvørvinum. Vit mugu gera alt, sum vit kunnu móti hesum kriminalitetinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Nútímansgerð av tolllógini
Lógaruppskotið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevur eisini eina røð av dagføringum í tolllógini, broytingar í ásetingum, og ruddað verður upp í reglum og ásetingum, sum ikki eru tíðarhóskandi.
Eitt nú eru broytingar í tollsatsum, sum ein avleiðing av handilssáttmálanum millum Føroyar og ES. Seyða- og geitakjøt, umframt ávísar framleiðslur úr seyða- ella geitakjøti, kunnu í avmarkaðum nøgdum flytast tollfrítt til Føroya úr ES londum.
Lógaruppskotið er gjørt í samstarvi við TAKS og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum. Dátueftirlitið lat inn hoyringarsvar, sum tey einastu, og viðmerkingarnar hjá Dátueftirlitinum eru tiknar til eftirtektar og rættaðar í lógaruppskotinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021
Góðar 108.000 gistingarnætur vórðu seldar í 2020 - hetta svarar til 55 prosent av 2019
Føroysku gistingarhúsini høvdu seldu bert eina góða helvt av gistingum í 2020 í mun til árið fyri.
Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp hagtølini fyri gistingarnar, ella gistingarnæturnar, í 2020, og her sæst týðuliga hvussu hart gistingarhúsvinnan er rakt av, at so at siga øll ferðavinna støðgaði upp í 2020 orsaka av korona.
Føroyska ferðavinnan var í hæddini í 2019 við 197.886 gistingum – og tað var eisini orsøkin til at ikki færri enn tvey stór nýggj hotell vórðu bygd í Havn eins og eitt av hotellunum fór undir umfatandi útbygging.
Nú tølini fyri gistingarnar í 2020 eru løgd saman, so kom talið av gistingum upp á 108.653 gistingar. Hetta svarar til 55 prosent av tí, sum selt varð í 2019.
Hotellini og gistingarhúsini høvdu 94.940 gistingar, kampingplássini høvdu 5.479, 7.869 gistingar vóru í leigaðum íbúð ella húsum og 365 gistingar eru skrásettar sum ból og biti.
Airbnb er ikki við í hagtølunum hjá Hagstovuni.
Hagstovan hevur gjørt upp hagtølini fyri gistingarnætur síðan 2013. Tað árið 132.265 gistingar, og tey seks árini fram til 2019 gekk talið stútt uppeftir. Gistingarnar í 2020 lógu sostatt yvir 23.612 lægri enn í 2013.
Tá hugt verður eftir hvør hevur keypt gistingarnar á hotellunum, so sæst, at tað eru flest danir, ið hava biðið um hotellsong í Føroyum í 2020.
Hotellini og gistingarhúsini seldu 39.552 gistingar til danir og 33.496 gistingar til føroyingar. Triðstørsti kundabólkurin eru týskarar, ið keyptu 2.782 gistingar í 2020.
Hinvegin eru tað føroyingar, sum eru nógv størsti kundin, tá tað snýr seg um at leiga summarhús ella -íbúð. Av teimum 7.869 útleigaðu gistingarnætrunum í húsi ella íbúð vórðu tær 6.575 bílagdar av føroyingum.
Sama er galdandi viðvíkjandi gistingunum á kampingplássum. Av 5.479 gistingum, vórðu tær 3.549 keyptar av føroyingum, vísa hagtølini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Allir stovnar og felagsskapir, sum eru um børn og ung, skulu krevja reina revsiváttan frá starvsfólkum og sjálvbodnum, heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur latið eitt uppskot inn um at seta í verk skipan við barnaváttanum
Altjóða kanningar vísa, at millum 10 og 25 prosent eru fyri kynsligum ágangi sum børn, og vit vita, at hetta eisini er ein umfatandi trupulleiki her á landi. Djóni Nolsøe Joensen hevur nú lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at seta eina skipan við barnaváttanum í verk.
- Eg vil við hesum uppskotinum staðiliga vísa á, at vit sum samfelag eiga at gera alt, sum vit eru ment, til tess at basa kynsligum ágangi. Eg mæli tí til, at tað sum skjótast verður lógarkravt at krevja inn barnaváttan frá øllum, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, sigur Djóni Nolsøe Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.
Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um viðkomandi persónur er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Sum støðan er í dag áliggur tað ikki arbeiðsgevara, privat, kommunalt ella hjá landinum, at krevja barnaváttanir frá arbeiðstakara á t.d. námsfrøðiliga økinum. Í 2012 var uppskot til samtyktar, um at heimila fólki at biðja um barnaváttan, samtykt í Løgtinginum. Henda heimildin verður brúkt av summum í dag, men tað er framvegis einki krav at biðja um barnaváttan.
- Í Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við, hevur hetta verið krav síðan ár 2005. Sostatt kunnu vit staðfesta, at føroysk børn eru ikki eins væl vard á hesum økinum, sum børnini í grannalondum okkara, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.
Tá málið varð viðgjørt á tingi seinast, vóru fleiri hoyringspartar á fundi í rættarnevndini m.a. løgreglan, Barnaverndarstovan, Kris og Kriminalforsorgin. Flestu hoyringspartar vístu á, at tað er skilagott at seta í verk eina skipan við barnaváttanum, tó at onkur metti, at talan var um falska rættartrygd. Nevndin ásannaði í álitinum, at tað er greitt, at ein slík barnaváttan ikki kemur at forða fyri, at allur kynsligur ágangur heldur uppat, og at ein barnaváttan bert fer at vísa upplýsingar um kynsliga misnýtslu, sum viðkomandi er dømdur fyri. Tó var nevndin av tí áskoðan, at tað er skilagott at seta í verk eitthvørt átak, ið kann hjálpa til at fyribyrgja kynsligum ágangi og harvið steðga møguligum tilburðum.
- Seta vit í verk barnaváttanir verður bundið um heilan fingur, so at ongin ivi er frá starvsbyrjan, um viðkomandi hevur verið dømdur. Til tess at verja børnini í almenna rúminum heitir uppskotssetarin tí á landsstýrið um at leggja fyri løgtingið lógaruppskot um at seta í verk lógarkrav um at krevja inn barnaváttan frá øllum, sum starvast, lønt ella sjálvboðið, við børnum undir 15 ár, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Undanfarna týsdag skipaði Umhvørvisstovan fyri fundi fyri allar kommunurnar í Sandoynni um fyribyrging og týning av rottu – Sandoy er ein av 11 rottufríum oyggjum
Týsdagin 19. januar skipaði Umhvørvisstovan fyri fundi fyri allar kommunurnar í Sandoynni um fyribyrging og týning av rottu. Fundurin, sum varð hildin í Virkinum á Sandi, var hin fyrsti í eini røð av fundum, sum Umhvørvisstovan ætlar at hava við allar kommunur í landinum.
Endamálið við fundinum var at kunna kommunurnar um kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu og tær skyldur og uppgávur, sum eru álagdar kommununum og øðrum. Serliga varð lagdur dentur á at fyribyrgja, av tí at Sandoyggin er ein av 11 rottufríu oyggjunum í Føroyum.
Ein umráðandi partur av kunngerðini er at forða fyri, at rottan kemur til rottufríar oyggjar. Tí er álagt øllum, sum senda ella flyta farm til hesar oyggjar at ansa eftir, at eingin rotta er í farminum, serliga fóðri, hoyggi og tílíkum.
Hetta er galdandi fyri heilsølur, sum senda farm, og tey, sum flyta farmin bæði loftvegis, sjóvegis ella koyrandi. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og eitur altíð vera í tunlinum.
Allar kommunurnar í Sandoy hava nú bílagt útgerð til yvirvøku av rottu, og fellur og eitur, sum skal leggjast út, um boðað verður frá rottu, skrivar Umhvørvisstovan.
Tá boðað varð frá rottu við tunnilsmunnan í Traðardali á Sandi, setti kommunan alt fyri eitt tiltøk í verk fyri at staðfesta, um rotta er á staðnum, og at leggja eitur á økinum. Tíbetur er einki sæð aftur til rottu á staðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2021
Uppsjóvarfiskiskapurin var hin sami sum í 2019, bæði í veiðu og virði
Í 2020 varð væl minni avreitt av toski fiskaður í føroyskum øki í mun til árið fyri. Nøgdin fall úr 20.291 tonsum í 2019 niður í góð 9.435 tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking, svarandi til 53,5 prosent. Hetta vísa seinastu hagtølini frá Hagstovuni.
Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjórðing úr 8.284 niður í 6.320 tons, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør í mun til 2019, 20.540 tons móti 18.855 tons í 2019.
Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21 og 36 prosentum meira enn í 2019.
Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði góðar 228 milliónir krónur svarandi til ein fjórðing. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum var oman fyri 200 milliónir krónur og fyri hýsu ein lítlan fjórðing í mun til í 2019.
Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í 2019. Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama.
Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11 prosent. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Bæði tann smittaði persónurin og tann persónurin, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott. Einki bendir á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum
Bretska koronufrábrigdið er nú staðfest í Føroyum, skriva føroysku heilsumyndugleikarnir á corona.fo farna vikuskifti.
Herfyri varð ein persónur úr Afrika staðfestur smittaður við kanningini á sætta degi. Frá komu til Føroya hevði viðkomandi verið í sóttarhaldi, og hevði einans havt samband við ein annan persón.
Heilsufrøðiliga starvsstovan greinaði kanningarúrslitið hjá viðkomandi nærri, og greiningin vísir, at talan er um bretska frábrigdið, eisini kallað B.1.1.7.
Bæði tann smittaði persónurin og tann persónurin, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og farna vikuskifti bendi einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum.
Í hesum føri varð bundið um heilan fingur, og tí varð tíðarskeiðið í sóttarhaldi víðkað til 14 dagar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Ikki øll skeinkistøðini virða tilmælini, staðfestir Michael Boolsen, fúti
“Sum sild í tunnu” vóru orðini sum vakthavandi á politistøðini í Havn segði sunnumorgunin, tá Portalurin ringdi at frætta okkurt úr døgnrapportini.
Skeinkistøðini vóru á tremur, men í Luux, sum heldur til í Klubbagarðinum í Havn, avlýstu tey eina konsert við Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen, sum skuldi vera fríggjadagin. Orsøkin til avlýsingina var, at Luux ynskti at virða tilmælini. Tiltakið varð flutt í Reinsaríið, so tiltakið kundi vera við færri fólkum og undir skipaðum umstøðum.
Soleiðis var ikki í Tvøroyrar klubba leygardagin, har Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen sambært Degi og Viku høvdu somu konsert, sum skuldi vera í Luux kvøldið fyri. Hetta hóast tilmælini hjá myndugleikunum siga, at fleiri enn 20 fólk ikki eiga at vera savnað í veitslulagi.
- Fyri tað fyrsta tilmæla vit eina frástøðu á tveir metrar, og vit mæla eisini til, at tað ikki eru fleiri enn 20 fólk savnað í óskipaðum bólkum, og har sær tað út til at vera óskipað, segði Michael Boolsen, fúti, tá Dagur og vika vísti honum upptøkur úr Tvøroyrar klubba.
Men konsert ella ikki. Tá løgreglan sigur, at tað var stúgvandi fult av fólki í býnum, so eru eisini onnur skeinkistøð, sum ikki hava virt tilmælini upp á 20 fólk, sum nærum tykjast ógjørlig at fylgja, um ein rekur barrvirksemi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Skotskur limur í undirhúsinum mælir til at leita sær vegleiðing og hjálp úr Føroyum at binda skotsku oyggjasamfeløgini saman
Í Orknoyggjum fylgja tey við øvund tunnilsverkætlanunum, sum føroyingar eru í gongd við í løtuni.
Tað er serliga ein møguligur tunnil millum Orknoyar og norðurstrond Skotlands, sum orknoyingar droyma um.
Ein tunnil undir Pentlandfjørðin hevði verið millum 10 og 16 kilometra langur, og tað er ikki nakað ræðandi tal, tá hugt verður eftir hvat føroyingar gera.
Blaðið The Orchadian hevði í vikuni grein um Eysturoyartunnilin, og hevði í hesum sambandi samrøðu við Angus MacNeil (SNP), sum er limur í bretska undirhúsinum, umboðandi Suðuroyggjar (Herbridurnar).
Júst Angus MacNeill hevur í fleiri ár arbeitt við at betra um infrakervið til skotsku oyggjarnar, og í hesum stríðið hevur hann aftur og aftur víst á, hvussu føroyingar gera.
- Hevði eg havt ein gandastav, so høvdu tunnilsmarkinurnar nú verið á veg til skotsku oyggjarnar, sigur Angus MacNeil.
- Tað, sum føroyingar hava gjørt er hugtakandi. Tey eru eitt prosent av fólkinum í Skotlandi, tað tvífalda av Suðuroyggjum og trífalda av Orknoyggjum, og tey hava júst borað ein 11 kilometra tunnil við einum vegamóti og rundkoyring 70 metrar undir vagnskorpuni, nakað tey hava megnað at gera eitt listaverk burturúr og vísa tað beinleiðis til allan heimin, tí tey hava fult netsamband niðri í tunnilsdýpinum.
Angus MacNeil
Skotski politikarin ynskir sær líknandi ágrýtni í Skotlandi eisini.
- Einhvør tunnilsboring av slíkum slagi hevði havt eina domino-ávirkan á skotsku oyggjasamfeløgini, sigur Angus MacNeil.
Hann vísir á, at fólkatalið í Føroyum er økt úr 48.000 í 2007 til 53.000 nú.
- Tað svarar til ein vøkstur á 16 prosent. Legg hartil, at føroyingar hava størsta burðartal og seta eisini evropeiskt met í stíðnum móti covid-19.
Angus MacNeal heldur tí, at skotskir myndugleikar eiga at fara í samráðingar við føroyingar um vegleiðing, ella kanska fáa føroyingar at gera arbeiðið við at binda skotsku oyggjasamfeløgini saman.
Les eisini eldri grein: Orknoyskar vónir um ein undirsjóvartunnil eisini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2021
Fleiri seismiskar kanningar og borihol skulu gerast í ár, og miðað verður eftir at síðstu fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022
- Gongur alt væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka óvæntað viðurskifti seg ikki upp, verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.
Tað er svarið sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur givið Bjarna Hammer, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, sum hevur spurt um Suðuroyartunnilin.
Bjarni Hammer vildi hava at vita hvat úrslitið av forkanningunum, sum vóru gjørdar í 2020, og hvat næsta stigið verður.
- Seismiskar kanningar vórðu gjørdar í Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og Suðuroyarfirði. Jarðfrøðilig borihol vórðu eisini gjørd á Sandi, Skarvanesi, Sandvík og Hvalba. Kanningarnar í 2020 eydnaðust væl, men tær eru ikki liðugt greinaðar enn. Fyribils benda úrslitini á, at onkur riva helst er í Skúvoyarfirði, men sum heild hava úrslitini ikki givið ábendingar um nógv óvæntað viðurskifti.
- Neyðugt er at kanna úrslitini betur og at greina úrslitini saman við úrslitunum frá jarðfrøðiligu kanningunum, sum verða gjørdar í 2021, sigur Jørgen Nclasen í svarinum.
Hann sigur at næsta stig verður at gera fleiri seismiskar kanningar og borihol í ár. Løgtingið hevur fyri 2021 játtað fimm milliónir til forkanningar og fyrireikingarnar av Suðuroyartunlinum.
Landsstýrismaðurin ætlar at kalla allar flokkar á tingi saman at viðgera verkætlanina Suðuroyartunnilin og ymiskar týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við hana. Fleiri av spurningunum kunnu illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrið hevur á langtíðarløguætlanini hjá landinum frá 2025 sett 100 milliónir krónur árliga av til partafelagið, sum ætlandi skal standa fyri verkætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir við havnini á Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin verður liðugur, sigur landsstýrismaðurin
Í núverandi løtu eru tó ongar ítøkiligar ætlanir við havnini á Gomlurætt, men málið verður tikið upp politiskt, tá tunnilin er komin longur ávegis, sigur Jørgen Niclasen svari til grein 52 spurning frá Heðini Mortensen.
- Í løtuni verður ein stórur partur av havnini á Gomlurætt nýttur í sambandi við gerð av Sandoyartunlinum. Harumframt verður havnin nýtt til parkering í sambandi við farleiðirnar hjá Strandfaraskip Landsins til Hest/Koltur/Skopun. Eisini verður havnin nýtt til ferðavinnu hjá Rib62 og til sjó flutning av fiskialing hjá Luna, skrivar Jørgen Niclasen í svarinum.
Tá Sandoyartunnilin letur upp verður brúk fyri havnini til nevnda virksemi. Væntandi verður áhugin størri fyri havnini tá Sandoyartunnilin er komin longur, tí nógvir møguleikar eru á økinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Hevur gingið skjótt at selja íbúðirnar - tær næstu verða klárar í mai
Týsdagin fingu fyrstu íbúgvarnir lyklarnar til nýggju og snotuligu íbúðirnar á Norðoyri, sum Norðhús hevur latið bygt. Verkætlanin byrjaði fyri 12 mánaðum síðani, og longu nú kunnu fyrstu fólkini flyta inn, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.
- Hetta hevur verið spennandi og eisini eitt sindur øðrvísi. Seinastu árini hava vit fyri tað mesta arbeitt við størri og minni verkætlanum fyri fyritøkur, kommunur og einstaklingar, men hesaferð hava vit so valt at standa fyri allari verkætlanini sjálvir, og tað er nakað serligt.
- Í 2011 bygdu vit fyrsta íbúðarbygningin úti á Norðoyri, men stutt eftir tað kom fíggjarkreppan, og tí fóru vit ongantíð víðari. Men nú eftirspurningurin eftir íbúðum bert er øktur seinastu árini, hildu vit, at vit skuldu gera okkara til, at fáa fleiri íbúðir í hetta økið.
Fyrsti bygningurin hevur seks íbúðir, ið allar eru seldar, og stutt niðanfyri er longu full ferð komin á ein eins íbúðarbygning, ið eftir ætlan skal standa liðugur í mai í ár. Allar seks íbúðirnar í bygninginum niðanfyri eru eisini seldar, og stjórin upplýsir, at ein bygningur við trimum íbúðum skal eisini byggjast eitt sindur sunnanfyri, har bert ein íbúð er óseld í løtuni. Seinasti bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur hálvan oktober í ár.
- Tað hevur gingið ómetaliga væl at selja íbúðirnar. Tørvurin er stórur, og vit fegnast sjálvandi um, at tað hevur gingið so væl, og at íbúgvarnir hava verið so sinnaðir at finna góðar loysnir saman við okkum.
Í vikuni varð farið undir at flyta inn í ljósu íbúðirnar, ið eru 81 fermetrar, og eru innrættaðar við tveimum sovikømurum, umframt stovu, køk, baðirúm og einum uttandura-skúri.
Íbúðirnar eru gjørdar orkusparandi við hitapumpu og eru eisini sera væl bjálvaðar. So skjótt kavin er burtur, verður farið undir at asfaltera og fáa ljósviðurskiftini uttanfyri liðug.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Næsta stig hjá Norðhús er at fara undir at byggja fleiri íbúðir undir Fossum
Tað hevur gingið skjótt at bygt íbúðirnar á Norðoyri. Fyrsti spakin varð fyri verkætlanini varð settur í í januar í 2020. Nú, tólv mánaðir seinni, flyta fyrstu íbúgvarnir inn í snøggu íbúðirnar við vakra útsýninum.
- Vit settu okkum fyri at avgreiða hesa byggingina upp á eitt so stutt tíðarskeið sum møguligt, og tí hava vit eisini brúkt nógva orku at leggja tingini væl til rættis, áðrenn farið varð undir at byggja. Tí eri eg sjálvandi sera fegin um, at vit eftir tólv mánaðir kunnu fáa fyrstu íbúgvarnar inn í íbúðirnar, sigur Rógvi Josephsen, ið er ein av eigarunum av Norðhús, og sum hevur stýrt verkætlanini.
- Vit hava lagt okkum eftir at byggja við høgari góðsku, og síðani vit gjørdu fyrsta bygningin í 2011, hava vit gjørt smávegis betringar og tillagingar, ið ger hendan bygningin enn betri. Arbeiðið hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at íbúgvarnir eru fegnir um úrslitið.
Stórar ætlanir við framtíðar-íbúðarbygging
Næsti bygningurin við seks íbúðum verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu í mai í ár, og hálvan oktober er ætlanin, at seinastu tríggjar íbúðirnar standa klárar á Norðoyri.
Umframt verkætlaninar á Norðoyri verður í løtuni løgd seinasta hond á fyrireikingarnar, tekning og projektering av øðrum íbúðunum, sum skulu standa á góðari staðseting tætt við miðbýin í Klaksvík.
Næsta stig eftir hetta er at fara undir at byggja fleiri íbúðir undir Fossum, ið er eitt vakurt øki tætt við býin. Eftirspurningurin hevur verið stórur, og vit brúka nú alla orku at leggja tingini væl til rættis, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.
Farið verður undir fyrsta bygningin undir Fossum heilt skjótt, og tá ið verkætlanin er liðug, verður økið vakurt og hugnligt, har bygningarnir fella væl til í lendinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Hetta varð einmælt samtykt í landstýrinum týsdagin. Farið verður undir byggingina beinanvegin
Løgtingið samtykti týsdagin einmælt við triðju viðgerð lógaruppskotið hjá landstýriskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at byggja sambýlið til fólk við menningartarni, ið verður bygt á Mýrini í Hoyvík. Tilboðini uppá jørðarbeiðið skuldi koma inn fríggjadagin, og klárt verður at fara undir jørðarbeiði beinanvegin.
Arbeitt verður samstundis við at gera høvuðsprosjektið liðugt. Arbeiðið at byggja nýggja sambýlið verður boðið út í mars, og lisitatiónin verður í apríl. Farið verður undir at byggja í juni, og klárt verður at flyta inn umleið september/oktober í næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Hann tekur við 1. apríl, og harvið verða bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað. Djóni hevur seinastu tíggju árini verið kommunulækni í Vestmanna læknadømi
Heilsutrygd boðar frá, at 1. apríl tekur Djóni S. Joensen við starvi sum kommunulækni í Vága læknadømi, og við hesum eru bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað
- Djóni S. Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2003 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann gjørdist serlækni i almennum medisini í 2011, tá hann eisini tók við starvi sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi. Hetta starvið hevur hann røkt síðan nú hann flytur til Vága læknadømi.
Djóni er búsitandi í Miðvági. Hann hevur millum annað eisini verið við A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti sum lækni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021
Franski La Liste yvir bestu matstovurnar hevur latið føroysku matstovuni serliga heiðursløn
Matstovan Koks hevur enn einaferð fingið serstakan heiður fyri sín matkynstur.
Tað er franska matstovuguidin, ið kallast La Liste, sum hevur givið matstovuni frammi við Gjónna serligt uppmerksemi.
La Liste hevur júst latið sínar heiðurslønir fyri 2021 og teirra millum er Koks og høvuðskokkurin Hans Andrias Ziska.
Talan er um ársins Hidden Gem Awards, altso ein heiðursløn fyri at vera ein fjaldur dýrgripur. Ársins virðislønir leggja serliga dent á matstovur og kokkar, ið hava megna at taka upp avbjóðingarnar í korone-kreppuni.
Sagt verður soleiðis um matupplivingina, eina kann fáa á Koks:
“Kreativitetur kann daga undan í ófrælsi, og henda matstovan í Føroyum kann vera súmbolsk fyri dugnaligu, sjálváløgdu avmarkingarnar fyri komandi tíðum. Poul Andrias Ziska tekur lokalar rávørur, so sum rabarbur, røtur, kál, epli, hvítleyk, salat, gularøtur, turkaðan fisk og ræsað lambskjøt, og hevjar tað til kulinariskan samleika fyri Føroyar. Ein garður hevur verið á hesum stað síðan 1740, eitt friðsælt stað har flagtekjurnar renna í eitt við landslagið. Skal upplivast”.
Rætt skal vera rætt. Koks og Poul Andrias Ziska eru ikki tey einastu, sum vórðu heiðrað fyri at vera eitt ‘hidden gem’. Matstovurnar La Famme du Boucher í Marseilles í Fraklandi, Nur í Fez í Marokko, La Café Suisse í Bex í Sveits, Langouste í Beograd í Serbia, D’Berto í Pontevedra í Spania, House 102 í Foshan í Kina og Willows Inn í Lummi Island í USA vórðu eisini heiðraðar við hesi virðislønini.
La Lise er franska mótsvarið til bretska World’s 50 Best Restaurants. La Liste hevur síðan 2015 mett um umleið túsund tær bestu matstovurnar í heiminum. Listin byggir á fleiri parametur, bæði egnar metingar, metingar hjá kokkum, ummæli hjá viðurkendum miðlum og – minni vektað – brúkaraummælum á netmiðlum sum t.d. TripAdvisor.
Matsovurnar verða mettar eftir einum stiga upp til hundrað. Tær bestu matstovurnar í nýggjasta listanum fáa 99,5 stig, og eru tær fýra í tali. Tær eru Guy Savon í Paris, Le Bernardin í New York og so tvær japanskar matstovur, Ryugin í Chiyoda-ku og Sugalabo í Minato-ku.
Koks er einasta føroyska matstova á langa listanum, og liggur umleið 500 við 88,0 stigum. Tær matstovurnar, sum fáa frá 75 stig oe meira koma við á La Liste
Bestu norðurlendsku matstovurnar eru Frantzén í Stockholm við 97,5 stigum, Geranium í Keypmannahavn við 96,5 og Noma í Keypmannahavn við 96.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Føroyska oljufelagið er farið út um landoddarnar at virka
Í meiri enn hundrað ár hevur Effo veitt orku til húsarhald, vinnu, akfør og skip í Føroyum.
Effo hevur nú stovnað nýtt felag í Danmark, ið skal veita oljuúrdráttir til skip, ið leggja leiðina framvið Norðurjyllandi.
Nýggja felagið, ið hevur heimstað í Hirtshals, er stovnað av Effo, men hevur eisini lokalar íleggjarar við sum eigarar.
- Effo hevur 100 ára royndir við oljuveitingum í Føroyum, og hevur eisini veitt tænastur til kundar uttan fyri Føroyar. Til tess at betra um hesa tænastu, hava vit nú stovnað nýtt felag í Danmark. Vit halda at tíðin er búgvin til at víðka um virksemi landafrøðiliga, og fara tí við spenningi undir hesa verkætlan í Danmark, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Effo hevur keypt tangabilar og goymslu- og kontórbygning til endamálið, og er arbeiðið longu byrjað.
- Felagið hevur verið væl móttikið, og vit hava longu veitt fleiri skipum olju og oljuúrdráttir, leggur Janus Thomsen at enda afturat.
Felagið í Hirtshals er stovnað undir navninum Carl Jensen’s Marinelager. Hóast talan er um nýstovnað felag, er talan í vissan mun um framhald av virkseminum hjá fyritøkuni við sama navni, ið gavst við sínum virksemi á sumri 2020.
Carl Jensen’s Marinelager er ikki heilt ókent millum føroyingar, tí nógv føroysk sjófólk, sum hava vitjað í Hirtshals, kenna og hava vitjað fyritøkuna millum ár og dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar
Aftur hesaferð er føroyska flaggið millum teirra, sum klára seg best í øllum heiminum. Hetta er greitt nú International Chamber of Shipping (ICS) hevur kunngjørt árliga avrikslistan yvir støðuna hjá aljtóða skipaskrásetinum, skrivar Vinnuhúsið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021
Fær heiðurin m.a. fyri strembanini eftir at gera Norðurlond til heimsins mest burðardygga og integreraða øki
Norðurlandaráðið hevur fær friðarheiðurslønina, Goi Peace Foundation Multilateralism Peace Award, í ár.
Í grundgevingini verður sagt, at Norðurlandaráðið fær heiðurin fyri sín eldhuga og ótroyttiliga arbeiði fyri multilateralismu og integratión, men framum alt fyri málsetningin um at gera Norðurlond til heimsins mest burðardygga og integreraða øki.
Henda virðislønin er fyrr latin felagsskapum sum Unesco, UNEP, WHO, UNHCR, Heimsbankan og Altjóða Gjaldoyragrunnin.
Tá tosað verður um multilateralismu meinast við samstarv millum fleiri tjóðir.
- Vit fegnast um, at okkara arbeiði fær altjóða uppmerksemi, sigur formaðurin ella forsetin fyri Norðurlandaráðið, danin Bertel Haarder.
- Í hesum avbjóðandi tíðum er tað av serligum týdningi, at bæði vit sjálvi og onnur verða mint á týdningin av arbeiðinum, vit gera, leggur hann afturat.
Goi Peace Foundation er ein felagsskapur, sum hevur sín uppruna í Japan, og sum samstarvar tætt við Sameindu Tjóða.
Handanin av virðislønini verður á einum hátíðarhaldi í Keypmannahavn seinni í ár, og virðislønin kemur at standa á høvuðsskrivstovuni hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.
Komandi mánadag tekur Kristina Háfoss við sum aðalskrivari fyri Norðurlandaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Onki óvanligt er í hesum, sigur danskur yvirlækni
Tað vísir seg, at nógv fleir fólk merkja hjáárin frá koronakoppsetingini eftir annað prikið enn eftir fyrsta. Tað skrivar Danmarks Radio.
Í Danmark eru tey nú farin undir at koppseta fólk á øðrum sinni, og meðan tað vóru fýra prosent av teimum koppsettu, ið fingu hjáárin eftir fyrsta prikið, so vísa tølini nú, at tað er millum 16 og 17 prosent, ið fáa hjáárin eftir at verða koppsett á øðrum sinni.
Men hetta kemur ikki óvart á Carsten Schade Larsen, yvirlækna á Aarhus Universitetshospital.
- Granskingarnar, sum góðkenningarnar av Pfizer/BioNTech og Moderna byggja á, hava víst, at tað kunnu koma fleiri árin aðru ferð, sigur hann.
Pfizer/BioNTech upplýstu eisini um hetta, tá koppsetingarevnið kom á marknaðin, skrivar dr.dk.
Tey yngru harðari rakt
Hjárinini verða býtt upp í tvey. Onnur ávirkanin er eymleiki og reyð og hovin húð rundan um prikið, og so er talan um fepur, vødda- og liðapínu, møði,vaml og leysur magi.
- Vaksinan setir fer á órinsskipanina, sum svarar aftur. Hjáárin eru eitt gott tekin, tí tað ber boð um, at vaksinan virkar. Órinsskipanin samskiftir við at loysa hormonlíknandi evni, og nøkur av teimum geva fepur, greiðir Carsten Schade Larsen frá.
Í kanningunum av hjáárinunum hava koppsett undir 55 ár eisini fingið sterkari hjáárin enn tey eldru. Hetta er orsaka av, at órinsskipan viknar við aldrinum, og tí svarar kroppurin vaksinuni veikari, tá vit gerast eldri.
Í Føroyum eru vit ikki komin so langt við koppsetingini enn. Enn er bert ein føroyingur, sum hevur fingið aðru koppsetingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Biður um fólksins stuðul til at halda fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi – líka mikið hvat Westminster sigur. Val verður í mai mánaði
Skotska fyrstaráðkvinnan, Nicola Sturgeon, hevur sagt, at hon fer at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi um flokkur hennara, SNP, vinnur meirilutan í skotska tjóðartinginum á valinum í mai. Líka mikið hvat Westminster heldur um málið.
Bretska stjórnin í Westminster skal geva sítt samtykki, um skotar skulu halda eina nýggja fólkaatkvøðu, men Sturgeon hóttir nú við at fara í rættin við málinum, um Boris Johnson, forsætisráðharri, framhaldandi setir seg ímóti at halda fólkaatkvøðuna.
Sambært Sturgeon hevur brexit broytt politisku støðuna í landinum so mikið nógv, at tað ikki longur er neyðugt við samtykki frá bretsku stjórnini.
- Eg vil halda eina lógliga fólkaatkvøðu, og eg fari at biðja skotska fólkið um at geva mær heimildina til tað á valinum í mai. Um tey geva mær fullmaktina, so er tað tað, eg ætli mær at gera, segði Nicola Sturgeon við BBC í gjár.
Tá Skotland seinast hevði fólkaatkvøðu um fullveldi í 2014, atkvøddu 55 prosent av skotum fyri framhaldandi at vera í Stórabretlandi, meðan 44 prosent vildu hava, at Skotland gerst sjálvstøðugt land.
Sturgeon gekk tá við til, at nýggj fólkaatkvøða ikki skuldi haldast fyrr enn minst eitt ættarlið seinni, men tað var í trúnni á, at Bretland framhaldandi skuldi vera partur av ES.
SNP sigur, at ein nýggj fólkaatkvøða nú er neyðug, tí at ein av orsøkunum fyri, at so nógvir skotar atkvøddu fyri framhaldandi sambandi við Bretland í 2014 var, at Skottland framhaldandi skuldi vera ein partur av ES.
Sambært veljarakanningum hjá YouGov stuðlar ein lítil meiriluti av skotum nú fullveldinum.
Andstøðuleiðararnir í skotskul politikki fýlast á, at ráðandi SNP-flokkurin nú tosar um fullveldi í staðin fyri at miðsavna seg um at berta um hóttandi koronastøðuna.
Seinasta samdøgrið vórðu 752 nýggir smittutilburðir staðfestir í Skotlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Ein broyting í vørulýsingini av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech er orsøkin til, at ES nú fær færri gløs við koppingarevni enn væntað
Pfizer/BioNTech, sum hevur framleitt koppingarevnið fyri covid-19 hevur skapt øsing millum fleiri ES lond, harímillum Danmark, tí fyritøkan hevur boðað frá, at hon ikki fær veitt ta nøgdina av koppingarevni, sum partarnir hava avtalað.
Sambært Jyllands-Posten vísir tað seg nú, at hetta møguliga kann tryggja fyritøkuni fleiri milliardir afturat.
Eftir umbøn frá Pfizer/BioNTech hevur ES nevniliga góðkent eina broyting í vørulýsingini á koppingarevninum, har tað nú framgongur, at hvørt glas inniheldur seks skamtar í staðin fyri fimm.
Tað er hendan broytingin, sum nú er orsøkin til, at fyritøkan fer at veita minni koppingarevni – talið á skamtum er tað sama, men nú eru færri gløs.
Sama dag sum broytingin varð kunngjørd, gjørdi fyritøkan eisini avtalu við ES um 300 mió. fleiri skamtar.
Men av tí at ES nú hevur góðkent eina broyting í vørulýsingini, kann Pfizer/BioNTech senda færri gløs við koppingarevni. Hendan broytingin hevur leysgivið 20 prosent fleiri skamtar, og kann hon eisini enda við at geva fyritøkuni eina eyka milliardupphædd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Skuldsettir eftir grein í revsilógini, sum sera sjáldan verður brúkt
Ein 32 ára gamal dani varð í vikuni varðhaldsfongslaður í knappar fýra vikur, skuldsettur fyri at hava hongt eina dukku, ímyndandi donsku forsætisráðkvinnuna Mette Frederiksen, upp á ein lyktasteyra. Á dukkuni hekk ein lepi, har tað stóð: "Hun må og skal aflives".
Dukkan varð hongd upp í sambandi við stóru mótmælisgonguna síðsta leygarkvøld móti koronaavmarkingunum. Seinni varð eldur settur á dukkuna, og myndirnar av henni sendar runt allan heimin.
Hesin maðurin er hin triðji, ið verður fongslaður í málinum. Tveir aðrir menn, 30 og 34 ár vórðu varðhaldsfongslaðir sunnudagin við somu skuldsetingum.
Allir eru skuldsettir eftir m.a. grein 113 í revsilógini – ein grein, ið sjáldan verður brúkt, ið snýr seg um at hótta trygdina hjá fólkatinginum ella royna at hótta ella forða fólkatinginum í at fremja sín politikk.
Brot á grein 113 í revsilógini kann geva fongsulsdóm upp í 16 ár – í serligum førum lívstíðardóm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Orsøkin er serliga bretska frábrigdið
Hørðu koronutiltøkini í Danmark eru longd til 28. februar. Tað kunngjørdi Mette Frederiksen, forsætismálaráðharri á tíðindafundi hóskvøldið.
Orsøkin er serliga bretska frábrigdið.
- Vit hava sæð hvussu skjótt vit kunnu missa tamarhald á nýggja frábrigdinum. Tí kunnu vit ikki slaka í tiltøkunum. Eiisni tá fleiri eru koppsett, mugu vit vera varlig, segði Mette Frederiksen.
Longdu tiltøkini merkja millum annað at handlar framvegis ikki kunnu hava opið. Eitt nú hárfríðkanarstovur kunnu heldur ikki lata upp. Matstovur og kaffistovur kunnu bara veita mat út við, og bara fimm kunnu savnast.
Lesandi á universitetinum, miðnámsskúlum og øðrum umframt elstu næmingarnir í fólkaskúlanum sleppa heldur ikki til undirvísing til í endanum av februar.
Hinvegin er møguligt at yngstu flokkarnir í fólkaskúlanum fara í skúla áðrenn 28. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Danska stjórnin hevur gjørt semju um endurgjald
Minkamálið gerst dýrt fyri Danmark. Mánadagin varð funnin fram til eina semju um endurgjald donsku minkaalararnir, sum vórðu álagdir at drepa allan tann danska minkastovnin, tá eitt brigdi av koronasmittu millum minkar vísti seg at kunna gerast ein hóttan móti vaksinuætlanini.
Mánadagin gjørdi danska stjórnin eina semju við flokkarnar Venstre, De Radikale, SF og Liberal Alliance, sum inniber at stjórnin skal rinda millum 15,6 og 18,8 milliardir krónur aftur til donsku minkaalararnar.
Áðrenn endaligi kostnaðurin kann staðfestast, skal gerast ein meting um tapið hjá hvørjum einstakum av teimum umleið túsund minkagarðunum, sum vóru í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Andres Manuel Lopez Obrador boðaði í vikuni frá, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna
Sunnudagin boðaði forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, frá, at hann hevði fingið staðfest covid-19.
67 ára gamli forsetin sigur, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna.
– Sum altíð eri eg bjartskygdur, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.
Meksikanski forsetin roykti nógv, inntil hann í 2013 fekk ein hjartatilburð. Síðan covid-19 kom til landið fyri tíggju mánaðum síðani, hevur hann noktað at brúkt munnbind alment.
Fleiri av starvsfólkum hansara hava eisini fingið staðfest covid-19 seinastu mánaðirnir, men Andres Manuel Lopez Obrador hevur hildið fast við, at heilsa hansara hevur verið góð, síðan hann gavst at roykja.
Nógvar atfinningar hava verið í sambandi við handfaring hansara av farsóttini. Sambært Johns Hopkins University hevur Meksiko skrásett 1,7 mió. smittutilburðir og nærum 150.000 andlát, men hóast hetta er undirtøkan fyri Andres Manuel Lopez Obrador vaksin undir farsóttini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Senatið hevur góðkend Janet Yellen
Janet Yellen var eftir eina atkvøðugreiðslu í amerikanska senatinum týsnáttina góðkend sum nýggj ráðkvinna við fíggjarmálum, skrivar AFP-tíðindastovan.
Tað var nýggi demokratiski forsetin, Joe Biden, sum tilnevndi Yellen til henda týdningarmikla sess í amerikansku stjórnini.
74 ára gamla Janet Yellen verður sostatt fyrsta kvinnan, sum fær ábyrgdina av fíggjarmálum í amerikansku stjórnini.
Hon hevur fyrr eisini verið fyrsta kvinnan, sum var ovasti fyri amerikanska miðbankan.
Áðrenn atkvøðugreiðsluna mánadagin hevði fíggjarnevndin í senatinum einmælt góðkent tilnevningina eftir eina hoyring í nevndini.
- Eg eri á nógvum økjum ósamdur við Yellen, serliga viðvíkjandi skattapolitikki, men hon hevur lovað, at hon fer at samstarvs við okkum, segði republikanski senatorurin, Mike Crapo sambært Reuters eftir fundin í fíggjarnevndini.
Yellen fær nú ein avgerandi leiklut í fíggjarpolitikkinum hjá Joe Biden, ið er hart ávirkaður av koronafarsóttini. Fyrsta uppgáva hennara verður at finna fram til eina semju við kongressina um ein nýggjan kreppupakka á 1.900 milliardir dollarar, sum Joe Biden hevur skotið upp fyri at endurreisa búskapin.
Biden segði mánadagin, at hóast hann helst vildi havt eina breiða semju við báðar flokkar til uppskot sítt, so er ein skjót avgerð av størri týdningi.
- Um vit ikki seta ting í verk nú, so fara vit at missa so nógv í arbeiðsplássum og búskparvøkstri, at tað verður trupult at reisa okkum aftur, segði forsetin.
- Vit hava ráð til at gera hetta nú. Í veruleikanum hava vit ikki ráð til ikki at gera íløgurnar nú, segði hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Maðurin, sum m.a. varð kendur fyri sendingina "Larry King Live", andaðist í morgun, 87 ára gamal
Amerikanski sjónvarpsverturin Larry King er deyður, 87 ára gamal.
Hann andaðist síðsta leygarmorgun í Los Angeles, upplýsir framleiðslufyritøka hansara, Ora Media.
Sambært fleiri miðlum hevði Larry King verið innlagdur á sjúkrahúsi við covid-19. Hann hevur eisini havt trupulleikar við heilsuni í fleiri ár, m.a. orsakað av diabetes. Í 2019 fekk hann eisini slag, sum hann var nær við at doyggja av.
Larry King byrjaði at arbeiða sum miðlafólk í 1957. Hann er m.a. kendur fyri CNN-sendingina "Larry King Live", sum koyrdi í sjónvarpinum í 25 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2021
Norska oljufelagið er farið undir at gera raðfestingar av sínum virksemi kring heimin. Rosebank oljukeldan eystan fyri Føroyar hevur høga raðfesting.
Men eisini í Evropa eru oljufund, sum Equinor sær stóra framtíð í. Millum hesi er Rosebank keldan á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, sum felagið keypti frá Chevron nøkur ár herfyri. Útbygging hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men korona saman við lágu oljuprísunum hava fingið felagið at leggja hana á hillina, til støðan aftur broytist.
Enn eitt øki, har Equinor sær framtíðar møguleikar, er í eystara partinum av Sibiria í Russlandi, har tað hevur sett av 4,9 mia. kr. fyri at samstarva við russiska felagið Rosneft.
Equinor er eisini virkið í Afrika, har tað hevur gjørt stór gassfund í eitt nú Tanzania. Tó eru stórar avbjóðingar har, sum gera, at felagið enn ikki hevur sett útbygging í gongd. Felagið ætlar at halda fram við leiting í Angola.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár
Kirkjuráðsval verður aftur 2. november, boðar Fólkakirkjan frá.
Fjórða hvørt ár er val. Kirkjuráðið situr í fýra ár og setan byrjar fyrsta sunnudag í advent í valárinum. Valdagurin er í lógarverki kirkjunnar ásettur til fyrsta týsdag í november mánaði.
Kirkjuráðini skal tryggja kirkjuliðinum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni. Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjuni og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021
Næmingarnir eru fluttir inn í nýggja næmingaheimið hjá háskúlanum, sum heldur til í Vági
Várskeiðið á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy byrjaði í farnu viku.
Metstórt tal av næmingum byrjaði, heili 48 í talið. Hesir næmingar fluttu eisini inn í nýggja næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum, sum sostatt nú veruliga er tikið í nýtslu.
Suðurrás skrivar, at tað eru 28 føroyingar og 20 útlendingar á várskeiðnum. Útlendingarnir eru úr Danmark, Noreg, Íslandi og so er ein føroyingur sum annars er búsitandi í Belgia.
Sonevndur “introtúrur” hevur verið, har leiðin gekk eftir fjøllunum og ligið var nátt í Hovi, áðrenn næmingarnir fóru til gongu aftur til Vágs.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Virkin Vágur: Vágs kommuna, saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum í Vági, vinnurekandi og einstaklingum, hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í februar
Vágs kommuna, sum partur av ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, hevur sett sær fyri at borgarar í kommununi hugsa um heilsuna í februar mánað. Saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum, vinnurekandi og einstaklingum, verður sjóneykan sett á tey tilboð sum eru í kommununi og ment eru serlig tiltøk, sum verða á skrá í februar.
Eitt nú kemur Fólkaheilsuráðið suður og bjóðar vágbingum at máta vekt, BMI og feittprosent. Mált verður síðst í januar og aftur fyrst í mars, soleiðis at fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. Umframt at máta seg, so fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar. Tey sum velja at máta seg hjá Fólkaheilsuráðnum eru við í lutakastinum um ein størri vinning.
Eisini verða fyrilestrar á skránni, eitt nú kemur Magni Mohr frá fólkaheilsuráðnum at hava ein fyrilestur. Fyrilestrar verða eisini um sjódypp og at liva sum veganari.
Ítróttarfeløg og einstaklingar skipa fyri serligum tiltøkum allan mánaðin.
Matvøruhandlarnir seta grønt og sunt á dagsskránna, soleiðis at møguligt er at eta heilsugott.
Út yvir hesi serligu tiltøk, so eru sera nógv almenn tilboð til borgarar í Vági. Nevnast kann, at heilsufótbóltur er tvær ferðir um vikuna, rørslukvøld tvær ferðir um vikuna, kappróðrarfelagið bjóðar borgarum tríggjar ferðir um vikuna at rógva í neystinum. Eisini borgarar sum eru 60 ár og eldri hava møguleika at venja, tvær ferðir um vikuna er fimleikur fyri 60+ í ítróttarhøllini.
Ítróttarfeløgini skipa eisini fyri venjingum til teirra limir. Venjingar eru hvønn dag í øllum ítróttargreinum og til allar aldursbólkar.
Lagt er eisini upp til, at onnur av sínum eintingum eru við til at skapa ein serliga dám í Vági, har heilsan fær uppmerksemi. Øll eru vælkomin við og einans hugflogið setur mark fyri, hvat letur seg gera, tá heilsan skal røkjast.
Heilsuátakið í februar mánað hevur fingið heitið Virkin Vágur og er tað undir hesum slagorði, at vágbingar fara at hjúkla um heilsuna í februar. Á sosiala miðlinum Facebook verður heitt á vágbingar um at deila myndir við hashtagginum #virkinvágur og #abcsálarligheilsa. Myndirnar kunnu vera frá einum gongutúri, einum sunnum matpakka ella einum triðja. Øll sum deila myndir og brúka hashtaggini eru við í lutakastum um vinning hvørja viku.
Við at deila myndir og luttaka í (tilboðum og) tiltøkum, eru øll við til at stuðla hvørjum øðrum og skapa ein serligan heilsudám í Vági í februar mánað.
Atlit verða tikin fyri koronatilmælunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
24. januar vóru 150 ár liðin, síðani Poul Effersøe varð borin í heim, og í sambandi við runda dagin, varð sunnudagin ein minningarløta í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn
Poul Effersøe varð føddur 24. januar 1871 í Trongisvági og doyði einans 55 ára gamal 11. mars í 1926. Hann var m.a. beiggi teir báðar Oliver og Rasmus Effersøe. Hann stovnaði Tvøroyra Bóltfelag 13. mai i 1892, tá ið hann var 21 ára gamalur.
Beiggjarnir Rasmus Effersøe og Poul Effersøe búðu saman við Vestaruvág í nógv ár, og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn saman við fleiri øðrum systkjum.
Umboð fyri TB, ÍSF, FSF, Mentamálaráðið, Tvøroyra býráð og Tórshavnar býráð vóru vit til minningarløtuna. Uni Persson hevur í eina tíð snøggað gravsteinin hjá Poul Effersøe, og Uni var eisini við til minningarløtuna í dag.
Poul Effersøe vaks upp í einum embætismannaumhvørvi hjá sýslumanninum Gudmundi Effersøe og Cathrinu Múller á Tvøroyri.
Poul tók studentsprógv á Sorø Akademi í 1889 og løgfrøðiligt embætsprógv á universitinum í Keypmannahavn í 1897.
Meðan hann gekk í skúla á Sorø gjørdist hann kendur cricketspælari, og tá hann fór at lesa í Keypmannahavn spældi hann fyri KB – Kjøbenhavns Boldklub – til hann fekk tuberklar, sum hann plágaðist av restina av lívinum.
Í 1901 flutti hann heim til Føroya og fór at arbeiða sum sakførari og fekk yrkisbræv sum “yvirrættarsakførari”, sum tað kallaðist tá, í 1914. Eisini gjørdist hann almennur verji.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu til minningarløtuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Tríggir dystir vórðu í steypakappingini hjá monnum sunnudagin. H71 vann á KÍF, VÍF vann sín dyst móti StÍF, og Neistin vann tryggan sigur móti Kyndli
Tríggir dystir vórðu leiktir í steypakappingini hjá monnum sunnudagin.
Við tryggum 36-24 sigri móti Kyndli í bólki 2, liggur Neistin væl fyri í stríðnum um hálvfinalupláss. Kyndilsmenn tóku øll á bóli fyrr í vikuni, tá teir vunnu á oddaliðnum VÍF, men í grannauppgerðini í dag riggaði ikki líka væl. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan.
Hoyvíkingar liggja eisini væl fyri at fáa eitt hálvfinalupláss. Kollfirðingar sum vórðu á vitjan í Hoyvíkshøllini løgdu væl fyri, og vóru á odda 17-13 í hálvleikinum. Men í seinna hálvleiki hálaði H71 seg inn á KÍF, og hoyvíkingar endaðu við at vinna dystin 29-25.
Í Vestmanna, har strandingar vóru á vitjan bleiv spennandi. Í steðginum var støðan 15-7 til VÍF, men StÍF kom inn í dystin aftur, og kundi arga VÍF um illa vildi til hjá vestmenningum. VÍF vann dystin 25-23.
Seinastu innleiðandi dystirnir í steypakappingini hjá monnunum verða spældir mikukvøldið 3. februar, allir byrja klokkan 20.
Í bólki eitt spælir H71 móti Team Klaksvík og KÍF móti H71/2. Í bólki tvey spælir StÍF móti Kyndli og VÍF móti Neistanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Neistin og Kyndil vunnu sunnudagin stórt í hvør sínum bólki í steypakappingini hjá kvinnum
Tveir dystir vórðu sunnudagin spældir í steypakappingini hjá kvinnum. Greitt er, at tey bæði havnarfeløgini Neistin og Kyndil hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni hóast bæði liðini hava ein dyst eftir.
Í Høllini á Hálsi tók Neistin ímóti vágskvinnum, og ikki óvæntað gjørdist tað ein avgreiðsluspurningur hjá teimum bláu.
Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan, sum eisini endaði við at vinna dystin við fjúrtan málum, 34-20. Marjun Danberg gjørdist toppskjútti við heili 14 málum. Við fýra stigum liggur Neistin á odda í bólki 2, og hevur tryggjað sær hálvfinalupláss.
Í bólki 1 var Kyndil á vitjan hjá næstbesta liðnum hjá hoyvíkskvinnum. Oddaliðið í landskappingini vísti onga náði, og vann við tjúgu málum, 32-12. Støðan í hálvleikinum var 20-5 til Kyndil.
Bjarta Johansen var toppskjúti hjá Kyndli við sjey málum, og Anna á Steig skoraði fýra mál fyri H71 2.
Kyndil hálaði seg sostatt upp á fýra stig, og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum.
Fýra dystir í steypakappingini fyri kvinnur verða spældir í morgin, 31. januar, allir byrja klokkan 14.30.
Í bólki 1 spælir Kyndil móti VÍF og StÍF móti H71/2 og í bólki 2 spælir H71 móti Heistanum og VB móti Stjørnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2021
Ónøgd var við serliga avgerandi døming í steypadystinum millum Neistan og Stjørnan. Mótmælið varð lagt ov seint er staðfestingin hjá Aganevndini hjá Hondbóltssambandinum
Tað var stór ónøgd í Stjørnu-leguni eftir tepra tapið í steypadystinum í Høllini á Hálsi sunnudagin 17. januar. Útiliðið hevði havt ein leiðslu, men Neistin át seg innaftur og avgjørdi dystin við brotskasti í seinasta sekundið.
Ónøgdin snúði seg millum annað um yvirskipaða dómaraavrikið hjá Bárði og Rógva Danielsen, har Neistin fekk tíggju brotskøst, meðan Stjørnan einki brotskast fekk, og har Stjørnan fekk fimm útvísingar, meðan Neistin onga útvísing fekk.
Men tað var umtalað støðan í evstu løtu, har Sonja Lava Sirdal fekk hjá Stjørnuni tveir minuttir fyri at órógva, beint sum tríggjar metur kast skuldi takast, sum eisini gav brotskast, ið fekk Christoffur Gert Nielsen at legja protest (mótmæli) eftir dystarlok.
Christoffur Gert Nielsen var alt annað enn nøgdur (Mynd: Sverri Egholm)
Nú er svar frá Aganevndini komið uppá kæruna - Stjørnan fekk fráboðan týsdagin - og tað framgongur, at tað er júst tað, at mótmæli varð lagt eftir dystarlok, ið tykist at vera høvuðstrupulleikin:
- Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. Dómaraborðið skal beinanvegin geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.
Les eisini: Stjørnan ónøgd við dømingina
Aganevndin vísir í avgerðini á, at mótmæli ikki er sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt, tí hetta var ikki tað sum hendi. Mannagongdin í kappingarreglu 5.17, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast, og at dysturin hareftir kann takast uppaftur, varð ikki fylgd, skrivar HSF.
Neistin er víðari í steypakappingini. Stjørnan skal vinna greitt í Vági sunnudagin, samstundis sum H71 tapir fyri Neistanum, fyri at tað skal eydnast hjá teimum reyðkløddu úr Klaksvík at koma víðari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021
Hákun W. av Teigum, Astrið N. Breckmann og Samuel Chuckwudi eru innstillað til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020
Leygarkvøldið 13. november skipar Ítróttasamband Føroya fyri heiðurskvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við, at ársins ítróttanøvn verða avsúkað.
Ein av heiðurslønunum er ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ, sum verður latið ungum evnaríkum íðkarum, ið hava skarað framúr. Nú er greitt, hvørji trý nøvn eru í uppskoti, og tey eru at finna innan hondbóltin, fótbóltin og fimleikin
Ungi miðverjin í HB, Samuel Johansen Chukwudi, Hákun West av Teigum, høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag, eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020.
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt seg galdandi á besta liðnum hjá HB, har hann var við til at tryggja HB føroyameistaraheitið 2020, tá ið fleiri av berandi kreftunum á liðnum stríddust við skaðar. Samuel Johansen Chukwudi er eisini eitt dømi um eina sera evnaríkan leikara, ið hevur tikið seg beinleiðis av U17 landsliðnum upp á U21 landsliðið í fótbólti.
(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
Hákun West av Teigum, ið byrjaði sum hondbóltsspælari í H71, tryggjaði sær longu sum 18 ára gamal í fjør pláss sum høgrivongur í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold. Hann undirskrivaði sáttmála við Skanderborg Håndbold í 2020, men hann stóð seg so avbera væl, at sáttmálin stutt eftir varð longdur til 2024. Á jólum vandi Hákun West av Teigum fyri fyrstu ferð við føroyska A-landsliðnum, og hann verður ivaleyst partur av bjørtu framtíðini hjá føroyskum manshondbólti á altjóða støði.
Astrið Breckman til høgru, her saman við Rebekku Ingadóttir Rein (Savnsmynd)
Astrið Nanly Breckmann, 16 ár, úr Havnar Fimleikafelag hevur tikið seg nógv fram í 2020.
Hon vann eisini Danmarkarmeistaraheitið fyri lið í felagnum KG66 í Kastrup, og hon lýkur nú m.a. øll altjóða krøv innan amboðsfimleik, sum gera hana føra fyri at luttaka í altjóða kappingum. Astrið Nanly Breckmann telist millum bestu fimleikarar bæði í Føroyum og Danmark, og hon tekur fimleikin í so stórum álvara, at hon hevur valt at íðka fimleik burturav í eitt tíðarskeið.
Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNNUSKOTIÐ 2020 eina peningaupphædd á 5.000 krónur. Ítróttafagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021
Tey trý, sum eru tilnevnd til Ársins ÍtróttaFYRIMYND, eru Guðrið Krosslá Augustinussen úr VB, Per Mikkelsen úr Skála ítróttafelag, og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag
Fólkini, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ítróttaFYRIMYND 2020, ið er ein av heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, virka dagliga innan hondbóltin, fótbóltin og judo.
Nú er greitt, at Guðrið Krosslá Augustinussen úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tey trý, sum eru tilnevnd til heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND 2020. ÍtróttaFYRIMYNDIN er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 13. februar.
Heiðurin ársins ÍtróttaFYRIMYND verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.
Guðrið Krosslá Augustinussen er ein av berandi kreftunum í VB. Hon hevur stóran týdning sum leikari í bestu deildini, har hon hevur spælt í 22 ár. Samstundis er hon venjari, dómari og luttekur nógv í sjálvbodna arbeiðinum. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020.
Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag.
Malvinus í Gong hevur einsamallur av sínum eintingum endurreist Klaksvíkar Judofelag, sum hevði ligið stilt í nógv ár. Klaksvíkar Judofelag er nú eitt livandi felag við nógvum íðkarum, og felagið skapar gleði hjá nógvum børnum í Klaksvík. Malvinus í Gong eigur einsamallur æruna av endurreisnini av Klaksvíkar Judofelag.
Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN 2020, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. Februar kl. 19.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2021
Hon hevur spælt 105 landsdystir fyri Danmark - nógvar sum liðskipari. 47-ára gamla Terp hevur hægstu venjaraútbúgving hjá UEFA og hevur seinastu árini millum annað verið høvuðsvenjari í Kolding, hjálparvenjari hjá danska landsliðnum og hevur arbeitt við ungdómslandsliðum
Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi týsdagin hvør nýggi kvinnulandsliðsvenjarin verður.
Tað verður 47-ára gamla Lene Terp, sum fær uppgávuna at føra A-landsliðið og føroyskan kvinnulandsliðið víðari komandi fýra árini, ið er longdin av sáttmálanum, sum varð undirritaður fyri lítlari løtu síðani. Hon flytir nú til Føroyar og hevur nógvar royndir við sær í viðførinum - bæði sum leikari og venjari.
Lene Terp er úr Suðurjútlandi, og spældi í bestu donsku deildini við Vejle og OB. Hon royndi seg eisini í Fulham fyrst í hesi øldini. Verjuleikarin gjørdi eisini um seg á A-landsliðnum. Samanlagt gjørdist talan um 105 landsdystir frá 1993 til og við 2003. Seinna partin av hesari tíðini var Terp liðskipari, og hon umboðaði Danmark til HM, EM og OL.
(Mynd: Sverri Egholm)
Lene Bjerning Terp spældi í Kolding sum heilt ung, og har hevur hon eisini verið venjari - bæði hjá sterka fyrstaliðnum og eisini í ungdómsdeildini. Terp hevur eisini havt uppgávur hjá DBU: Sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum í 2017, har Danmark fekk silvur til EM, og talentstjóri í eitt ár.
Lene Terp hevur UEFA Pro Licence, ið er hægsta venjaraútbúgving í Evropa.
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum hevur í teimum báðum seinastu udnankappingunum havt nógv stórtap, hevur einki stig fingið, og hevur bert skotið eitt mál í hvørjari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Hetta sigur forsetin í FSF, eftir at Lene Terp er sett í starv sum landsliðsvenjari hjá kvinnum. Royndi danski venjarin hevur sæð spennandi dygdir í føroysku leikarunum
Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi í vikuni avloysaran hjá John Petersen sum venjari fyri kvinnulandsliðið.
Tað varð 47-ára gamla Lene Bjerning Terp, ið skrivaði undir fýra-ára sáttmálan. Undir liðuni á fyrrverandi danska landsliðsliðskiparanum sat Christan Andreasen. Forsetin í FSF væntar, at Lene Terp kann gerast ein stór fyrmynd á ymsan hátt, og at hon fer at flyta føroyskan kvinnufótbólt:
– Við at seta Lene í fulltíðarstarv, gera vit eitt stórt framstig á leiðini at menna kvinnusíðuna í føroyskum fótbólti. Hon er ein spennandi profilur at fáa inn í føroyskan fótbólt yvirhøvur, og harumframt kann hon við sínum royndum og førleikum vera ein stór og sterk fyrimynd fyri kvinnur í fótbólti, bæði tá vit hugsa um spælarar, men eisini í mun til menning og útbúgving av venjarum.
Hon hevur starvast nógv hjá danska fótbóltssambandinum - sum millum annað talentstjóri og hjálparvenjarin á A-landsliðnum - og nú skal kvinnan við hægstu venjaraútbúgving hjá UEFA royna at gera sítt fyri FSF. Lene Terp hevur sæð nøkur áhugaverd ting:
- Eg fari eldhugað til uppgávuna, tí eg havi fingið eina sera góða fatan av føroyska landsliðnum og Føroyum sum heild. Eg havi hugt eftir landsdystunum í farnu undankapping, og eg síggi nógvar spennandi dygdir í spælarunum, og ikki minst ein hugburð og stríðsvilja, sum sær sunnur út. Eg gleði meg tí nógv til at flyta til Føroyar og veruliga sleppa til verka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021
Talan er bert um leikarar, ið spæla í heimligu kappingini. 12 av leikarunum eru knýttir til HB - teir ið eru knýttir til KÍ eru ikki tøkir. Tríggir eru við á fyrsta sinni
Í mars fer HM-undankappingin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í gongd. Liðið skal til Moldova, Eysturríkis og Skottlands. Hetta eru teir fyrstu tríggir av tíggju undandystum í 2021.
Sum liður í hesum fyrireikingunum verður skipað fyri venjingarlegu í Havn í døgunum 11. til 14. februar, og í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum, skrivar fsf.fo.
Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Heili 12 av hesum 23 leikarunum umboða HB, og tíggju av hesum høvdu leiklut í greipuni í fjør.
Jákup Thomsen var skaddur so at siga alt árið men er við at koma heilt fyri seg og er aftur á landsliðnum. Eisini liðfelagin Stefan Radosavljevic, sum jólaaftan skifti til HB úr B36, og sum veruliga gjørdi vart við seg á U21-liðnum farna heyst, er úttikin.
Tað gjørdi bert 17-ára gamli Samuel Johansen Chukwudi úr HB eisini, og eins og Stefan so fer hann nú at fáa seg royndan til venjing hjá A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Sama er galdandi fyri EB/Streyms-málverjan Róa Zachariassen. Teitur Matras Gestsson er ikki millum teir úttiknu hesaferð.
Samuel Chukwudi eftir sín fyrsta U21-landsdysti í september. Hann endaði við 3-1 sigri, og 17-ára gamli havnarmaðurin gjørdist fastur í miðverjuni og er nú úttikin til venjingarlegu hjá A-landsliðnum
Alex Mellemgaard er aftur á landsliðnum, og tað er ein fyrrverandi HB-leikari eisini. Talan er um miðvallaran Trónd Jensen, ið nú er knýttur at NSÍ. Tróndur, Tórður Thomsen og Petur Kundsen, ið kann hava eitt gjøgnumbrot á A-landsliðnum fyri framman, eru við frá NSÍ.
Eins og á heysti í fjør eru Vatnhamar-brøðurnir og Andreas Lava Olsen við úr Víkingi - allir eru leirvíkingar.
Teir, ið eru sáttmálbundnir til KÍ, eru ikki tøkir til venjingarleguna skrivar fsf.fo. Í fjør vórðu Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen á landsliðnum úr KÍ, eins og Patrik Johannesen, ið nú er farin til Noregs at spæla.
Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Alex Mellemgaard, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup L. Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021
Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedonia, Ukraina, Serbia og Fraklandi. Undankappingin hjá Sámal Erik Hentze og hansara monnum byrjar í mars
Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið, sum byrjar í mars. Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedonia, Ukraina, Serbia og Fraklandi.
Frakland má metast sum besta liðið í bólkinum. Norðurmakedonia spældu Føroyar ímóti so seint sum í heyst (1-2 á Tórsvølli). Armenia var í styrkislagnum niðanfyri Føroyar til lutakastið.
- Vit mugu bara staðfesta, at hetta var ikki beinleiðis nakar dreymabólkur. Men eg gleði meg til uppgávuna, og vit síggja við stórum spenningi fram ímóti at koma í gongd, sigur føroyski U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Hann fekk í seks dystum í heyst tríggjar sigrar. Bagge skal saman við Atla Gregersen standa á odda fyri U21-landsliðnum í komandi undankapping, ið endar í juni 2022. Ógreitt er, júst hvør dystarskráin verður.
Ungarn og Slovenia vera í felag vertslond fyri sjálvum EM-endaspælinum, sum verður um mánaðarskiftið juni-juli í 2023.
Bólkur H
Armenia
Føroyar
Norðurmakedonia
Ukraina
Serbia
Frakland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Liðið hjá Klopp vann hóskvøldið 3-1 á útivølli móti monnunum hjá Mourinho og er nú á 4. plássi - fýra stig frá oddaliðnum City. Hetta var fyrsti sigur hjá Liverpool í Premier League í 2021
Fyri aðru ferð uppá seks vikur vann Liverpool á Tottenham. Hesaferð var tað ikki í seinastu løtu, at avgerðin fall.
Liverpool skoraði í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá Mané fekk pláss í vinstru og við tvøravlering fann Firmino, ið fekk fatur á bóltinum, ið Lloris og Dier ikki gjørdu.
Tríggjar minuttir eftir steðgin helt Lloris ikki hørðum skoti frá Mané, og so fylgdi Trent Alexander Arnold væl upp og smekkaði bóltin niður í longra málhorn - tríggir leikarar ið annars hava verið formveikir vístu góðsku í samband við málini.
Alexander-Arnold skorar til 3-1 (Mynd: EPA)
Tveir av málskjúttunum hjá Liverpool (Mynd: EPA)
Tottenham svaraði tó aftur næstan beinanvegin. Stephen Bergwijn bjóðaði av til vinstru í brotsteigin og legði síðani útfrá til danan Pierre-Emile Højbjerg, ið skoraði sítt fyrsta mál fyri Spurs.
Lív var í dystinum, ið vandameira liðið fekk avgjørt. Liverpool spældi aftur við røttu ferðini og við góðsku, og í 65. minutti fekk Joe Rodon ikki handfarið innleggið hjá Trent Alexander-Arnold, ið Sadio Mané beindi í málið. Løtu áðrenn varð eitt mál hjá Mo Salah kolldømt við VAR, tí bóltuin kom á armin hjá Firmino í uppspælinum, og næstan beinanvegin í dystinum varð málið hjá Son, ið hevði tveir aðrar góðar møguleikar, tikið aftur orsakað av rangstøðu.
Her er Mourinho greitt betri nøgdur enn Klopp, men so var ikki tá samanumkom (Mynd: EPA)
Tottenham megnaði ikki at svara aftur, og eftir fimm dystir á rað uttan sigur í Premier League fekk liðið hjá Klopp aftur trý stig. Liverpool er nú á 4. plássi - fýra stig frá oddaliðnum City. Menninir hjá Mourinho eru nummar seks og ikki heilt væl við í oddinum longur.
Hósdagin 28.01
Tottenham - Liverpool 1-3 (0-1)
Mikudagin 27.01
Burnley - Aston Villa 3-2 (0-1)
Chelsea - Wolves 0-0
Brighton - Fulham 0-0
Everton - Leicester 1-1 (1-0)
Manchester United - Sheffield United 1-2 (0-1)
Týsdagin 26.01
West Bromwich - Manchester City 0-5 (0-4)
Southampton - Arsenal 1-3 (1-2)
Crystal Palace - West Ham 2-3 (1-2)
Newcastle - Leeds 1-2 (0-1)
Støðan
1. Manchester City 41 stig (19 dystir)
2. Manchester United 40 stig (20 dystir)
3. Leicester 39 stig (20 dystir)
4. Liverpool 37 stig (20 dystir)
5. West Ham 35 stig (20 dystir)
6. Tottenham 33 stig (19 dystir)
7. Everton 33 stig (18 dystir)
8. Arsenal 30 stig (20 dystir)
9. Chelsea 30 stig (20 dystir)
10. Southampton 29 stig (19 dystir)
11. Aston Villa 26 stig (17 dystir)
12. Leeds 26 stig (19 dystir)
13. Wolves 23 stig (20 dystir)
14.Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
15. Newcastle 20 stig (19 dystir)
16. Burnley 22 stig (19 dystir)
17. Brighton 18 stig (20 dystir)
18. Fulham 13 stig (19 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (20 dystir)
20. Sheffield United 8 stig (20 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2021
Kappingin verður hildin uttan áskoðarar, men verður stroymd
Í dag, leygardagin 20. november verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.
13 lið eru meldað til hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.
Skráin leygardagin er hendan:
Kl. 13 byrjar kappingin fyri pinkur og smágentur.
Kl. 15 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.
Vegna korona verður kappingin uttan áskoðarar. Kappingin verður stroymd umvegis facebook.com/www.fimleikur.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2021
Í Danmark kennist tað, sum man situr í fongsli, sigur lívligi realityluttakarin
Teitur Skoubo, sum veruliga gjørdist kendur tá hann í 2019 vann danska Paradise Hotel hevur pakkað sær kuffertið, og er komin til Føroya.
25 ára gamli havnardrongurin sigur við Realityportalen, at tað í Danmark kennist sum man situr í fongsul.
- Tað er uttan iva venjingarmiðstøðirnar, sum eg sakni mest, men eg sakni eisini frælsi, sum eg kenni tað sum, er tikið frá mær. Eg haldi tað kennist sum at sita í fongsli, og man hevur ikki loyvi til nakað sum helst, sigur Teitur við Realityportalin.
- Tað, at man kann fara út at eta, á café, fara í býin og hugna sær við ymsum tiltøkum sakni eg so nógv.
- Eg eri farin heim til Føroya. Her er alt opið, og næstan einki korona, sigur Teitur, og greiðir frá, at hann flutti úr Føroyum, tí tað hendi ov lítið, men nú er støðan øvugt.
Lívligi realityluttakarin veit ikki, hvussu leingi hann verður verandi í Føroyum, men í øllum førum skulu venjingarmiðstøðirnar lata upp aftur áðrenn, hann fer niður aftur, greiðir hann frá.
Í summar lóttóku Teitur og táverandi unnustan, Christel Trubka, í sendingini Singletown og settu parlagið upp á spæl. Tað endaði við, at tey í heyst valdu at fara hvør til sítt, eftir at hava verið saman síðani januar í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2021
Á vitjan hjá Jens Marna Hansen á Norðasta Horni
Um ein nevnir navnið Jens Marni Hansen, so koma nógv at hugsa um sangirnir ”Alt tú ert fyri meg” og ”Lukkan er ei gullið”. Tú kemur allarhelst eisini í tankar um onkra góða veitslu, har vakra røddin hjá Jens Marna setti dám á veitslulagið. Eg sjálv og nógv við mær minnast Jens Marna frá 1990 ́unum og 00 ́unum, tá Kjølar og All That Rain orkestrini vóru í vælmaktini. Tá vóru tað dj- showini í batminton høllini, dansur í Kambsdali og Ársins songrødd kring alt landið.
Tað eru nógv sum vita, at Jens Marni er uppvaksin í Kollafirði og giftur við Ninu. Eisini vita øll, at Jens Marni er eitt kent navn bæði her heima í Føroyum og eisini í Danmark.
Men veit tú av, at hann er útlærdur maskinsmiður? At hann hevur verið hondbóltsleikari og at honum dámar – saman við konuni Ninu – at innrættað heimið?
Fá alt tað at vita, og nógv meira í hesi áhugaverdu greinini um ein av størstu tónleikaranum í Føroyum, Jens Marna Hansen.
Eg havi verið á vitjan heima hjá Jens Marna og konuni Ninu úti á Norðasta Hornið. Vit fingu okkum eitt gott prát, um hansara yrkisleið sum hondbóltspælari og áhugað hansara fyri tónleiki longu sum 10 ára gamal. Prátið fall eisini á teirra fyrrverandi felags heim og teirra hugnaliga núverandi heim.
Jens Marni Hansen er føddur 18. desember 1974. Hann og hansara tvær eldru systrar eru uppvaksin í dalinum í Kollafirði, sum er meira ella minni endin av bygdini. (Úr Havnini er tað byrjanin) Barnaskúlin lá mitt í bygdini, og tað var eisini har allir aktivitetirnir gingu fyri seg. Teinurin var í so langur at ganga fleiri ferðir um dagin, so Jens Marni brúkti nógv súkkluna, at koma aftur og fram við.
Eins og so nógvir aðrir smádreingir, so dámdi Jens Marna væl at íðka ítrott. Hondbólturin var tann ítróttargreinin, sum Jens Marni fall mest fyri. Sum 10 ára gamal, byrjaði Jens Marni at spæla hondbólt, men tá var tað meira spæl enn nakað annað. Men tá hann var 12 ára gamal, byrjaði hann av álvara at spæla hondbólt. Tvey ár seinni, vandi hann við í bestu deildini. Hann spældi tey seinnu árini í bestu deildini.
Av tí at ongin ítróttarhøll var í Kollafirði, so mátti Jens Marni heilt til Skála at venja. Tí blivu dagarnir ofta sera langir. Tá so vestmenningar fingu ítróttarhøll, fóru tey úr Kollafirði at venja har. Tað var tað reina luksus afturímóti.
Jens Marni hevur eisini róð við ymiskum kappróðrarbátum, men tað var meira on and off. Tey seinastu árini hevur hann vant í Yndi. Hann følir væl, at tá hann venur nógv, tá orkar hann nógv betri at hugsavna seg um alt annað eisini. Nú er tað ikki so nógv venjing á skránni, tí orkan fer mest til at spæla og syngja.
Jens Marni er útlærdur maskinsmiður. Hann lærdi í smiðjuni í Kollafirði frá 1995 til 1999. Aftaná fór hann í tónleikaraskúla. Tónleikaraskúlin var í Vig, sum liggur uttan fyri Holbæk. Hann hevur eisini arbeitt hjá Normatek í fimm ár.
Í 2001 møttust Jens Marni og Nina í Klubbagarðinum. Tað blivu so tey bæði. Tey hava verið par í 19 ár og verið hjún í 16 ár.
Tey eiga tvey børn saman. Dóttrina Emaliu, sum er 12 ára gomul og sonin Markus, sum er 6 ára gamal. Familjan eigur eisini tríggjar hundar. Tveir av hundunum eru Pomeranien og ein er Shetland Sheepdog. Sum hjá so nógvum øðrum hundaeigarum, so eru hundarnir ein partur av familjuni. Tey hava einntá sína egnu trappu upp á sofuna.
Sum vanligt er, so leigaðu tey ymsastaðni, áðrenn tey keyptu hús. Fyrsta heimið var ein pinkalítil kjallaraíbúð í Eysturstrætið. Men íbúðin var ikki nakað fyri tey kortini, so at tey endaðu á loftinum heima hjá foreldrunum hjá Jens Marna í Kollafirði.
Tá tey høvdu búð í Kollafirði í eina tíð, fingu tey bjóða, at passa eini hús á Argjum. Hugskotið við tí var, at tey kundu búgva í húsinum ímeðan tey passaðu tað. Um somu tíð, hevði Jens Marni verið niðri á knæ og Nina hevði sagt ja. So brúðarhúsið var í húsinum úti í Argjum. Hetta var í 2004. Jens Marni hevði tá eisini tikið avgerð um, at gera meira burtur úr tónleikinum undir egnum navni.
Í 2005 keyptu tey eini hús norðuri í Sundum í Kollafirði. Tey húsini vóru frá 1927. Eini gomul hús hava altíð brúk fyri umvæling. So Jens Marni brúkti níggju mánaðir til at umvæla húsið. Millum annað kann sigast, at hann sjálvur gróv 60 tons út, tá hann skuldi gera kjallaran.
Men tey sóu skjótt, at tað bleiv ov nógv koyring aftur og fram. Tey høvdu bæði arbeiði, ross, áhugaðmál og annað. Tá tey so fingu bjóða, at prøva at búgva í Havn í eina tíð, takkaðu tey ja.
Mamman hjá eini vinkonu hjá Ninu var deyð, so húsini hjá henni stóðu tóm. Tey tóku av tilboðinum, sjálvt um tað var sera ringt fyri Jens Marna, at lata húsini í Kollafirði. Hann hevði jú brúkt so nógva tíð og orku uppá, at gera tey í stand.
Jens Marni, Nina og børnini búgva í einum friðarligum grannalagi. Tá ein kemur til adressuna, leggur ein beinavegin merki til, hvussu idylliskt og friðarligt tað er á Norðasta Horni. Tað kennist, sum tú er komin út á bygd og ikki er bert 10 minuttir frá Havnini.
Bæði Jens Marni, Nina og børnini eru glað fyri at búgva júst har. Tað var eisini í síðstu løtu, at húsini gjørdust teirra.
Húsini hava eina sjáldsama søgu. Tí tey stóðu ikki upprunaliga á Norðasta Hornið. Húsini eru bygd í Oyndarfirði. Tey vórðu flutt við einum sandbáti úr Oyndarfirði til Havnar. Teir fyrrverandi eigararnir gjørdu grundina størri, áðrenn húsini vórðu sett á grundina. Húsini vórðu flutt í 1983, og tað kostaði tá 30.000 krónur.
Húsini eru størri nú, enn tey vóru upprunaliga, tá tey komu úr Oyndarfirði. Nú hava tey eitt mát, sum kallast 160 fermetrar. Kjallarin og miðhæddin eru 60 fermetrar hvør og loftið er 40.
Tað var rættliga spontant, at tað bleiv akkurát húsini úti í Norðasta Horni. Í 2011 leigaðu Jens Marni og Nina eini hús, men tey høvdu fingið boð um, at vera úti úr húsinum í januar 2012. Av tilvild sóu tey, at eini hús vóru til sølu úti á Norðasta Horni. Tey løgdu til merkis, at ongin hevði bjóða uppá tey í eitt heilt ár. Hjúnini valdu at prøva at geva eitt boð. Men tað var knald ella fald, um tey fingu húsini. Tí tey høvdu gjørt av, at tey ikki vildu ikki fara hægri upp enn eitt vist.
Tey vóru so mikið heppin, at tey fingu húsini í síðstu løtu. Í november skrivaðu tey undur papírini, og fyrst í januar fluttu tey inn. Tá tey fluttu inn í grannalagið, var tað meira ella minni eitt pensjonista kvarter. Men nú seinastu árini hava fleiri barnafamiljur keypt hús har. So nú er tað meira ella minni eitt familjukvarter.
Jens Marni var bert 8 ára gamal, tá hann á fyrsta sinni prøvaði at hava eina framførslu. Hann fekk hendan møguleikan í skúlanum. Sum 10 ára gamal byrjaði hann at spæla guittar. Hetta gjørdi hann so í tvey ár.
Jens Marni gloymdi ikki kensluna, sum hann hevði fyrstu ferð hann stóð á einum palli. Tí longu sum 13 ára gamal, byrjaði hann at spæla til dans. Tað má sigast, at Jens Marni er eitt natúrtalent. Tí tað hevur als ikki verið nógv undirvísing í tónleiki. Meginpartin av øllum sum hann dugur, hevur hann sjálvur lært seg ígjøgnum árini. Hann var í Danmark á tónleikaháskúla, men tað var ikki so nógv einstaklinga baserað, men mest orkesturbaserað.
Tað kemur nokk ikki sum eitt sjokk, at Jens Marni hevur sítt egna tónleikarúm í kjallaranum. Hann sigur, at tá familjan er úti, so fer hann niðurundir at larma.
Tey, sum vóru ung í 1990 ́unum og í 00 ́unum, minnast óiva Jens Marna frá tá hann spældi við Kjølum og All That Rain. Hann hevur eisini verið við í Showmenn.
Jens Marni byrjaði sína solo karrieru í 2004, tá fór hann at syngja og spæla undir egnum navnið. Í nøkur ár var Jens Marni við á fløgum hjá øðrum, men í 2008 kom hansara fyrsta soloalbum, sum kallaðist ”The Right Way” út á marknaðin. Jens Marni gjørdi púra beint, at geva sína egnu fløgu út. Tí sama ár bleiv bleiv hann kosin sum ”Besti mannfólka sangari”, og fløgan vann eisini prísin sum ”Ársins fløgu útgáva”.
Ikki nokk við hesum, so vann Jens Marni eisini tónleikaviðurslønina ”Planet Awards”.
Jens Marni hevur verið eitt kent navn her heima í Føroyum í nógv ár. Í 2010 gjørdi hann eisini vart við seg í Danmark, tá hann var við í tí Danska Melodi Grand Prix. Hann vann tó ikki. Sangurin sum hann framførdi kallaðist ”Gloria”, og tað vóru Sven Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby, sum skrivaðu og løgdu lag á sangin.
Jens Marni hevur úttalað seg einaferð fyri Sosialinum, at lurtararnir høvdu stemmað á hann sum vinnari. Sjálvt ein av dómarunum hevði stemmað fyri honum. Men hinir dómarnir hildu ikki, at hann skuldi vinna.
Av tí at avgerðin hjá dómsvaldinum í Danska Melody Grand Prix'inum var 50 prosent, so var tað ikki nokk til at hann vann. Hesar upplýsingarnar hevur Jens Marni fingið frá DR.
Í 2013, sama ár sum onnur og higartil seinasta fløga hansara kom út, var Jens Marni á konsertferð saman við countrysangarinnuni Evi Tausen. Jens Marni spældi guittar og sang aðru røddina saman við Evi og hennara tónleikabólki. Tey vóru í Týsklandi, Skotlandi og Írlandi.
Aftur hetta árið fór Jens Marni avstað við viðurslønini, sum besti sangari í Planet Awards. Hóast hann ikki vann danska melodi Grand Prix, so hevur hansara vakra rødd gjørt seg galdandi. Tí í 2011 bleiv sangurin ”Maybe Tomorrow” brúktur sum heitissangur í tí fyrsta danska talkshow á webtv ”Huxi og Karens” hjá Ekstrablaðnum.
Sum so nógv onnur í hesum koronatíðum, eru Jens Marni og konan i gongd við, at innrætta húsini uppaftur meira. Ætlanirnar eru nógvar. Baðirúmið skal umvælast, ætlanin er at stoypa uttanfyri, so tey fáa eitt tún og eisini eru tey í gongd við at gera bilhúsið til eitt kjallararúm.
Eg havi klárað at fáa nakrar upplýsingar um, hvussu teirra baðirúm kemur at síggja út. So at lesarin kann fáa onkur hugskot.
Tað fer at vera ljósagrátt mikrosement á veggunum og myrkagráðir flísar verða á gólvinum. Tað eru mattsvartir Vola kranar í vegginum til vask og brúsu. Brúsan fer at hava glasveggir og uppi undir loftinum verður Toldtekt.
Uppiundir loftinum vera fimm vanligir spottar og í baðiumráðinum vera seks smáir spottar.
Baðirúmið verður væntandi liðugt í januar og bilhúsið/kjallararúmið verður møguliga liðug seinni í 2021.
Húsini eru eini ”gammeldags” hús, sum eru gjørd av nýggjum. Tey hava varðveitt nógv av tí gamla. Millum annað er ongin bjálki í stovuni eins.
Av tí at Jens Marni er maskinsmiður, so dugir hann væl at gera ymiskt sjálvur. Tá tey yvirtóku húsið vóru vindeyguni rotin, og takið skuldi skiftast. Alt innan var ov tætt, tí í 80 ́unum visti man ikki betri. So tað bleiv alt gjørt av nýggjum.
Húsini eru sera væl innrættað. Tað eru tvey vesi og eitt baðirúm í húsinum. Stova og køkur eru í einum, og so hava tey fimm kømur. Tey duga eisini sera væl at fáa innbúgvið og nips til at passa saman. Hetta ger, at tað er sera fjálgt og hugnaligt inni. Eisini eru tey ófør at blanda nýtt og gamalt saman í innrættingini.
Tað var upprunaliga gassbetong í húsinum, og tað hava hjúnini ikki broytt. Pláturnar í húsinum eru bleytar, so tað ber ikki til at smíða nakað á veggin. Um nakað prýðið skal upp at hanga, so má tað límast uppá. Men tað sær ikki út til at gera tað stóra. Tí heimið hjá teimum báðum er væl prýtt.
Hóast pláturnar mangla at vera skiftar, so er nógv annað gjørt við húsini. Millum annað hava tey lagt flísar oman á flísar í gongini og uttan fyri húsini hava tey gjørt eina terassu. Í gongini er ein dupult glashurð út til terassuna.
Bæði hava hvør sína meining, um hvussu teirra heim skal innrættast og hvat skal gerast øðrvísi. Men tey duga væl at lurta eftir hvørjum ørðum, so at bæði hava sín part av innrættingini. Millum annað hevur Jens Marni valt køkin. Hann vildi ikki hava hvítan køk, tí tað var ov kliniskt. Jens Marni hevur eisini sjálvur gjørt veggin uppi yvir eymhettini.
Teimum dámdu ikki tað upprunaliga gólvið, tí tað var sera myrkt og slitið. Men tann ”trupulleikan” loystu tey skjótt, við at biðja ein koma at slípa teimum gólvið, so at tað bleiv ljósari. Tey hildu eisini at uppgongin til loftið var so myrk, so har hava tey sett eitt takvindeygað í, so at sólarljósið kemur inn.
Húsið er ikki stórt. Men tað er væl útnyttað. Tað ger, at húsini virka nógv størri, tað er gott pláss, og rúmini eru sera opin og væl innrættað.
Jens Marni og Nina hava umhugsað at fáa sær Toldtekt loft. Tað fæst í bæði tjúkkum og fínum. Jens Marni og konan vænta, at tey velja tær fínu. Tað einasta, sum er eitt sindur keðiligt við teimum, er at tað støvar so illa.
Jens Marni kom við einum góðum hugskotið. Um tað var heilt galið við, at tað støvar so illa, so kann ein sproyta pláturnar við klárlakki. Tað verður bara fiprurnar sum verða sproytaðar. So ljóðið klárar væl at koma upp í millum.
Tað er eisini gott at hava ull beint aftan fyri pláturnar. Um tað er gips ímillum er tað 20 prosent av ljóðdoyvingini. Hugskotið er, at tað andar ímillum og luftin treingir inn í instralitónina.
Tá tú ger eini gomul hús í stand, so ger tú eftir tí, sum er mest umráðandi fyrst og arbeiðir teg síðani ígjøgnum húsið.
Man verður aldrin liðugur, tí tað er altíð okkurt ein gjarna vil hava øðrvísi. Tí er umráðandi at ein sær alt tað positiva, tá eitt ting verður liðugt í húsinum.
Dótturin hevur eitt ordiligt tannáringa kamar. Hon hevur sjálv gjørt og innrættað kamarið. Kamarið sum Emalia hevur nú, var hjúnarkamar áðrenn. Men Emalia bleiv størri, og tí hildu foreldrini, at tað var betri, at gentan fekk tað størsta kamarið. Tí tað var umráðandi, at Emalia hevði eitt stað, har hon og vinkonurnar kundu vera. Tey vaksnu hildu ikki, at tað var neyðugt at hava tað størsta kamarið, tí tað var bert brúkt til at sova í.
Tað liggur væl fyri hjá 12 ára gomlu Emailu at innrætta. Hennara kamar er eitt satt dreymakamar til tannáringa gentur. Tað sermerkta við kamarinum er, at hon sjálv hevur staðið fyri allari innrættingini. Líka frá at mála til at hanga pyntiting upp. Tað liggur væl fyri hjá henni. Men tað man ikki koma frá heilt fremmundum, tá ein hugsar um hvørji foreldrini eru.
Tað einasta eg visti framanundan, tá eg fór heim til Jens Marna var, at hann hevur verið við í Kjølum og All That Rain, at hann nú er solosangari undir egnum navni, og at hann sang ”Gloria” í tí danska melodi Grand Prixinum.
Sum tit sjálvi síggja, so hevði eg onga hóming av, hvussu nógvar ymiskar eginleikar hesin maðurin hevur. Eg vónaði sjálvandi, at tað var okkurt lítið innan innrætting við í samrøðuni, so at eg kundi fáa tvær flugur við ein smekk í greinina. So tað sigur seg sjálvt, at eg var sera positivt yvirraskað, tá eg fór út aftur í bilin tveir tímar seinni.
Mær dámar sera væl, at fólk keypa gomul hús og gera tey í stand so við og við. Tað gevur so nógvan íblástur, hvat ein sjálvur kann gera við síni egnu hús. Men eg má siga, at tað er heilt fantastiskt, hvussu nógv tey bæði Jens Marni og Nina hava fingið burturúr teirra húsi. Eisini er søgan aftan fyri húsini sera áhugaverd og serlig. Tað ger at húsið bara verður uppaftur meira spennandi at hoyra um.
Hvat eg fekk burturúr? At tað ber væl til at leggja flísar oman á flísar, at eg vil hava eina dupult glas hurð út á terassuna (Tá eg einaferð eigin hús aftur) og hvussu væl tað riggar, at minka um talið av rúmum í húsinum, fyri at fáa størri rúm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2021