Familjufyritøka byggir smáttubýling í Gásadali
- Byrjanin hevur verið sera góð og eg trúgvi fult og fast upp á hesa verkætlanina, sigur Poula Ennigarð, ið stendur fyri útleigingini
Leygardagur 06. mars 2021 | Nr. 10 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
- Byrjanin hevur verið sera góð og eg trúgvi fult og fast upp á hesa verkætlanina, sigur Poula Ennigarð, ið stendur fyri útleigingini
SíÐa 16
SíÐa 2
SíÐa 4
SíÐa 13
SíÐa 10
SíÐa 51
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Seinastu árini hevur tænastuvinnan í Føroyum upplivað stóra menning.
Í takt við, at Føroyar eru vorðnar eitt meira vælumtókt ferðamál, hevur hetta eisini ført til eitt vaksandi tal av tilboðum, ætlað ferðafólkum í fyrstu atløgu, men sum vit herbúgvandi eisini fáa gagn av í ríkiligt mát.
Men tað er svárt at lesa og hoyra, hvussu henda vinnan pínist í løtuni, nú koronastøðan dregur út í mun til hvussu leingi vit væntaðu hetta fór at varða, tá heilsukreppan brast á fyri ári síðani.
Tað er onki at siga til, at tað nú merkist hjá gistingarhúseigarum, busseigarum, matstovueigarum og túrafyriskiparum, at kundagrundarlagið ikki er til staðar, og at okkurt bendir á, at eisini komandi summarið fer at ganga uttan at gongd rættiliga er komin á ferðingina aftur.
So mikið meira hugtungt man tað vera, at tað tykist sum um almenni myndugleikin líka til nú als onki hevur lagt í hetta, men bara hevur latið staðið til.
Tey fingu eitt tilboð um hjálp í fjør, sum tey ikki tóku av, og tí mann standa væl til, tykist hugburðurin hjá løgmanni og avvarðandi landsstýrismanni at vera.
Eitt sindur spell, at landsins myndugleikar ikki hava víst hesi so týðandi vinnu størri ans og umsorgan. Tað tykist sum onkur av teimum skal fara av knóranum áðrenn politiska skipani heldur tað vera neyðugt at traðka til.
Tá tað er sagt, so er eisini á hesum økinum orsøk at fegnast. Fyrst um, at ongin er farin av knóranum enn. Og eisini at vinnan, hóast søguliga stóran miss, framvegis hevur ein jaligan hugburð og varðveitir sína trúgv á framtíðina og á Føroyar sum dygdarvøru at selja.
Vit síggja tað í teimum stóru íløgunum, sum verða gjørdar. Hotell verða bygd og útbygd, matstovur verða yvirtiknar og víðkaðar, smáttur verða uppsettar og kroysur verða ístandsettar, kreppan verður brúkt til at menning av nýggjum konseptum og ferðaskip verða umbygt og uppklassað.
Alt tiltøk, sum vit íbúgvar í Føroyum, ið onkuntíð eisini hava hug til at ilskast inn á nógvu ferðafólkini, hava stóra gleði og mikið gagn av.
Tí er tað av týdningi, at vit vanligu borgarar við hampuligari inntøku minnast til at brúka teir pengarnar, ið vit annars vildu brúkt til marglæti uttanlands, gera okkara íkast til at stuðla “aktørunum” í ferðafólkavinnuni, sum liggja í andaleypi í løtuni, antin við at leiga eitt kamar, keypa eina góða máltíð ella gera brúk av øðrum tilboðum, ið bjóða seg fram, nú tað spakuliga er farið at vára bæði so og so.
P.S. Fyri góðum ári síðani var spurningurin um gongd í haga og ferðafólk, sum traðka lendið hin alt yvirskuggandi avbjóðingin í vinnuni. Skipan fyri gongd í haga var eitt mál, sum hevði skund at fáa avgreitt. Í gjár var sienasti framløgudagur á løgtingi á hesum sinni. Onki uppskot um gongd í haga er komið á tingborð heldur hesaferð.
Sp/f Høj Flutningur á Strondum, sum varð sett á stovn í 2008, hevur ment seg til at vera millum størstu tænastufyritøkur í landinum í dag
Í hesum døgum eru 13 ár, síðani Sp/f Høj Flutningur á Strondum varð sett á stovn.
Stovningardagurin var 7. mars 2008.
Stovnarar vóru feðgarnir Tummas Símun og Eliesar Fróði Høj.
Partapeningurin var 125.000 krónur, og endamál felagsins hevur allatíðina verið at reka virksemi innan flutning, handil og handverk umframt annað virksemi í hesum sambandi.
- Eg og pápi hava bygt fyritøkuna upp saman, greiðir Eliesar Fróði eldhugaður frá.
Valdi lívsstarv longu sum 3-ára gamal
Tað lá líkasum í blóðinum bæði hjá honum og pápanum at skula koyra
lastbil.
- Abbi mín, sum eg eri uppkallaður eftir, Eliesar, hevur eisini koyrt lastbil at kalla alt sítt lív, greiðir 38-ára gamli Eliesar Fróði víðari frá og avdúkar samstundis, at sjálvur visti hann longu sum 3-ára gamal, hvat lívsstarv hansara fór at verða. Og síðani hann fylti 18 hevur hann koyrt lastbil.
Frammanundan gekk hann í skúla.
- Abbi og pápi koyrdu eisini lastbil saman. Teir høvdu eisini sína egnu lastbilafyritøku, sum Strandfaraskip Landsins yvirtók í áttatiárunum, tá alt gjørdist alment.
- Í 2008 hildu pápi og eg grundarlag vera fyri at gera eina nýggja roynd at reka egið flutningsfelag og stovnaðu Sp/f Høj Flutning. Abbi, sum í dag er 83-ára gamal, koyrdi fyri okkum til fyri fáum árum síðani. Hann vitjar so at siga hvønn dag á verkstaðnum. Hann er ein pressari, sigur ein ikki sørt stoltur abbasonur.
Gingið sum eftir ánni
Ikki kann annað sigast enn, at tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Sp/f Høj Flutningi hesi 13 árini síðani stovnanina, og í dag telist felagið millum størstu tænastufyritøkur í landinum.
-Vit vóru so hepnir beinanvegin at fáa sáttmála við Kjølbro Heilsølu í Klaksvík at koyra út vørur teirra kring landið. Síðani tá hevur tað bara gingið ein veg, og felagið er vaksið javnt og samt, sigur ein vælnøgdur Eliesar Fróði.
Tó vil hann treyðugt nevna tøl, tá um umsetning, íløgur og annað ræður. Tey vil
hann - m.a. av kappingarávum - hava fyri seg sjálvan.
Tó dylir hann ikki fyri, at teir hava gjørt nógvar og stórar íløgur gjøgnum árini í flutningstól, verkstað og aðra útgerð.
Verkstaðurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
11 fólk í starvi
11 fólk starvast í dag hjá Sp/f Høj Flutningi, sum hevur verkstað og skrivstovu á Hulki á Strondum.
- Tað er vorðið í so trongligt hjá okkum nú, men enn gongur tað við einum góðum vilja.
- Vit liva av at koyra vørur fyri fyritøkur og privat. Vit koyra nógva vøru út hvønn dag, alt frá pakkum, plattum, matvørum og innbúgvi til neyt, seyð, fóður og maskinur umframt mangt, mangt annað. Harumframt skrúva vit eisini upp á lastbilar fyri onnur.
- Merkja tit, at kappingin er hørð millum flutningsfyritøkurnar?
- Ja, tað er stór kapping á hesum økinum. Vit síggja fyritøkur koma og fara, men tað er sunt við kapping.
-Hvussu hevur koronufarsóttin ávirkað tykkara virksemi hetta seinasta árið?
- Vit kunnu ikki siga, at hon hevur ávirkað okkum negativt. Tvørturímóti hava vit fingið meira at gera við at koyra vørur út. Orsøkin er helst, at fólk eru farin at bíleggja meira heimanífrá.
Stóran flutningsflota
Samanlagt telur flotin hjá Sp/f Høj Flutningi í dag meira enn 10 størri og smærri akfør.
Talan er um ein kranabil, sjey lastbilar við lift og síðuhurðum, tveir smærri vørubilar og fýra trailarar.
Av teimum kunnu kranabilurin, lastbilurin og ein trailari koyra gjøgnum núverandi tunlarnar Norður um fjall.
- Hvussu eru útlitini hjá tykkum í løtuni?
- Útlitini eru góð, vil eg siga. Tað er nógv virksemi í Føroyum í løtuni, so tað sær ikki so galið út. Umráðandi er tó alla tíðina at hava fingurin á pulsinum og fylgja við í tí, sum rørir seg. Økist virksemið, eru vit til reiðar at átaka okkum nýggjar uppgávur, ið standast av hesum, sigur Eliesar Fróði Høj, sum privat býr saman við unnustu síni, Borgfríð Nybo Hansen, og sjey børnum. Tey eiga tvey saman og høvdu ávikavist tvey og trý við sær inn í parlagið.
(Mynd: Øivind Solbakk)
Tunnilsgjaldið ov høgt
Í Sp/f Høj Flutningi gleddu tey seg almikið til, at Eysturoyartunnilin fór at lata upp, tí stórur partur av dagliga flutningi teirra gongur úr Havn inn í Eysturoynna og til Norðoyggjar.
Tey, eins og flest onnur, vónaðu, at tunnilin fór at lætta og stytta munandi um koyritíðina til Havnar og heim aftur.
Men bilarnir hjá flutningsfelagnum á Strondum brúka framvegis ta longri, gomlu leiðina gjøgnum Norðskálatunnilin.
- Orsøkin er tann einfalda, at prísurin at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er alt, alt ov høgur sum er. Prísurin er í miðal 400 krónur hvønn vegin, og tað hava vit ikki ráð til, skulu vit framhaldandi vera kappingarførir.
- Hvussu nógv skal prísurin so niður fyri at tit fara at brúka Eysturoyartunnilin?
- Hann skal ið hvussu er niður í eina helvt ella har á leið, áðrenn tað verður lokkandi fyri okkum at brúka tunnilin. Útrokningar, sum vit hava gjørt, vísa, at við verandi prísum fer tað at kosta okkum umleið 1,2 milliónir krónur um árið í eykaútreiðslum at brúka Eysturoyartunnilin, og tað hava vit sum sagt als ráð til, staðfestir ein vónsvikin Eliesar Fróði Høj at enda.
Trý ættarlið. Frá vinstru Eliesar Høj, Eliesar Fróði Høj og Tummas Símun Høj (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021
- Byrjanin hevur verið sera góð og eg trúgvi fult og fast upp á hesa verkætlanina, sigur Poula Ennigarð, ið stendur fyri útleigingini
Í Gásadali – inni í dalinum – eru tríggjar smáttur komnar standa. Tær skulu verða fýra íalt, men tann fjórða stendur í gerð uttan fyri verkstaðið hjá Pf. Foss í Sørvági, sum Jákup Suni Lauritsen eigur og rekur. Har eru hinar tríggjar eisini bygdar.
Smátturnar eru bygdar til partafelagið Múli, sum Jákup Suni eigur helvt um helvt saman við bróðrinum Trøndi, ið siglir sum maskinmaður við Gadus. Talan er um familjufyritøku, tí makarnir báðir, Osla Lauritsen og Poula Ennigarð, virka eisini fyri felagið, eins og døtur Áslu og Jákup Suna, tær tríggjar Oddvá Thompson, Sólborg Lauritsen og Katrin Lauritsen.
Smátturnar verða bygdar á snikkaravirkinum í Sørvági...
... og verða síðan koyrdar til Gásadals
Smátturnar hava tunnilsvídd og tunnilssídd
At smátturnar ikki eru bygdar í Gásadali, hevur eisini verið avgerandi fyri mátini á teimum. Tær eru 6,50 m langar, 4,50 m breiðar og 3,7 metrar høgar – 29 fermetrar umframt loftshædd, sum er um 15 fermetrar.
– Smátturnar skulu jú kunna koyrast ígjøgnum gásadalstunnilin uttan at taka í, sigur Jákup Suni og upplýsir, at tað er mált so neyvt, at takrennurnar eru monteraðar í Gásadali.
Hann greiðir frá, at tað hevði verið ov ólagaligt at bygt smátturnar inni í dalinum, og tí eru tær bygdar uttan fyri verkstaðið í Sørvági.
Grøn orka, góð atkoma, allir hentleikar
– Har verða allar innleggingar gjørdar, so tá ið smáttan kemur inn í dalin, so er bara at seta hana niður á undirstøðið, at ankra hana og at binda í el og vatn, greiðir Jákup Suni frá.
Hvør smátta hevur køk, stovu (sum eisini hevur tvey seingjarpláss) og vesi við brúsu. Tvær smáttur hava eitt kamar ella hems á loftinum (fýra seingjarpláss íalt í smáttuni), meðan hinar báðar hava tvey kømur á loftinum (seks seingjarpláss íalt). Í øllum húsunum kann reiðast upp fyri einum afturat.
Jákup Suni nevnir viðurskifti, sum felagið hevur lagt dent á.
– Orkunýtslan er fyri stóran part ‘grøn’ og verður uppaftur grønari seinni, komfýrar, ovnar o.a. eru av besta slag, internet-sambandið er gott, og durakarmarnir eru so breiðir, at tað slepst gjøgnum teir í koyristóli.
Góð byrjan - bæði føroyingar og útlendingar
Tær tríggjar smátturnar vórðu tiknar í nýtslu í fjørsummar. Hóast korona herjaði og hóast tíðin til marknaðarføring ikki var drúgv, so lata tey væl at undirtøkuni.
– Her hava verið føroyingar, fólk úr USA, Danmark og Týsklandi, sigur Poula, sum varðar av øllum tí praktiska í sambandi við útleiðingina og hevur ábyrgdina av marknaðarføringini, men letur Oddvá og Sólborg um samskiftið, sum skal vera á enskum.
– Umframt summarmánaðirnar, so hava vit eisini havt gestir á jólum og um ársskiftið – tvinnanda brúðarpør hava verið her, og gestir hava eisini hildið føðingardag her, sigur Poula.
Upp at náttúruni
Tað er tó ikki bara gásadalstunnilin, sum hevur avgjørt støddina á smáttunum.
– Hetta er eitt vakurt náttúruøki, burtur frá húsum. Her er hugnaligt og friðarligt – burtursæð frá áartutlinum, jarminum, fuglaljóðunum og ljóðunum frá regni og vindi. Tí hava vit viljað havt smáttur og ikki summarhús her, sigur Poula.
Fyri hana ræður tað um, at kundarnir føla, at tey “tíma kundan”, sum hon tekur til.
Sum er skeltar felagið hvørki við túrum ella øðrum fyriskipaðum upplivingum, men um gestir bera fram serlig ynski, so verður tað tikið upp.
– Vit hava havt gestir við á fjalli og á rættini, og vit hava eisini borðreitt við føroyskum mati fyri útlendingum, sum hava spurt um tað, sigur Poula.
Brynja seg til økt virksemi
Ásla gongur á ferðavinnuskeiðnum í Vestmanna, ið er ætlað teimum, ið ætla at verða ferðaleiðarar, og sjálv hevur Poula verið á skeiði í marknaðarføring innan ferðavinna.
– Vit fara heilt víst at víðka um virksemi seinni, sigur Poula, sum ikki himpraðist við at leypa út í starv í ferðavinnuni, hóast vinnan hevur verið fyri stórum bakkasti og ikki hevur bjartastu útlit.
– Eg trúgvi fult og fast uppá, at tað eru stórir møguleikar í hesum, sigur hon.
Jákup Suni vísir á, at ætlanin er at geva gestunum fleiri møguleikar at njóta løturnar á staðnum. Umframt at njóta útsiktina – úr gólvsíðu vindeygunum og av terassuni – so fer sum frá líður at vera møguligt at fara í hitapott (og kalda pott!), at spæla bólt á graslíki og at hoppa í trampolin.
– Vágar hava nógv at bjóða ferðafólki, men tað skal eisini bera til at fáa tíðina at ganga í sjálvum smáttubýlinginum, sigur Jákup Suni.
Múlafossur er ímyndin úteftir
Víddin er til tað og meira afturat – 12.000 fermetrar.
– Byggiætlanin fyri økið er góðkend, men vit fara at byrja virksemið við teimum fýra smáttunum, sum vit hava fingið byggiloyvi til, siga Jákup Suni og Trøndur.
Gásadalsbygd er eisini hugnalig og í Gásadalsgarði ber eisini til at keypa sær døgurða og annað. Niðri í Gásadali er Múlafossur, sum man vera ein hin kendasta ímyndin av Føroyum. Múlafossur er á ognini hjá Pf. Fossi, so óneyðugt at siga, so hevur felagið kallað heimasíðuna, sum dóttir Jákup Suna, Oddvá hevur gjørt, fyri mulafossur.com.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021
Hví skulu vit loyva privatum fyritøkum inn á netið hjá SEV at syndra eina skipan, sum hevur tryggjað okkum el fyri sama prís, líka mikið hvar vit búgva?
Jákup Suni Lauritsen, Sørvágur. Í 2011 gjørdist hann formaður í SEV-stýrinum, og tí sambandinum var hann javnan frammi í almenna rúminum. Almenna hæddarpunktið mundi vera í 2015, tá ið SEV vann norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina. Í 2016 fór hann frá sum SEV-formaður og hvarv eins knappliga úr almenna orðaskiftinum – burtursæð frá onkrum herðindi í politiskum valstríði.
Nú setur hann aftur spor eftir seg í almenna rúminum – nú við einum smáttubýlingi í Gásadali, inni í dalinum. Hóast hann ikki longur hevur nakran formligan leiklut í orkumálum, so hevur hann kortini framvegis ein brennandi áhuga fyri orkuspurninginum – og grønar orkuloysnir eru eisini partur av nýggja smáttubýlinginum (sí grein aðrastaðni í blaðnum).
– Eg haldi, at eg fyri stóran part havi áhugan fyri orkumálum frá abba mínum, sum sat í SEV-nevndini, sigur Jákup Suni.
Jákup Suni Lauritsen og Hákun Djurhuus í Hørpuni í Reykjavík, tá Sev vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins (Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)
SEV-loysnin var eitt bragd
Hann ivast ikki í, at abbin – sum hevði upplivað søguna um elektrisitetið í Føroyum – hevur ávirkað seg, tá ið tað kemur til grundsjónarmið viðvíkjandi el-veiting í Føroyum.
Fyrst í 1900-talinum – tá elektrisitetið hevði verið í nýtslu í eini tvey áratíggju í USA og eitt nú Danmark – tá fóru føroyingar undir at fáa el-veiting í lag. Fleiri royndu hvør í sínum lag – einstaklingar, fyritøkur og kommunur. Kendast er royndin hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna í 1907.
Vágs Kommuna (vatnverk) og Tórshavnar kommuna (dieselverk) fingu báðar el-veiting í 1921, og tíggju ár seinni kom Klaksvíkar kommuna teimum á baki (vatnverk). Jákup Suni vísir á, at tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv dýrari at veita streym til borgarar í t.d. Hesti enn í Havn.
– Tí er SEV, sum varð stovnað í 1946, ein sólskinssøga. Samhaldsfestið er aðalreglan hjá SEV: Man megnaði at semjast um, at líka mikið, hvar man býr, so skal man rinda tað sama fyri elektrisitetið.
Tað var einki minni enn eitt bragd, at kommunurnar megnaðu at lata samhaldsfestið vinna á sjálvdráttinum í hesum máli, heldur Jákup Suni.
Privatar fyritøkur liggja bara eftir tí besta
– Við hesum hava okkara forfedrar givið okkum eitt øgiligt aktiv, hvørs týdningur ikki kann yvirmetast. Tí er tað skeivt at broyta ognarviðurskiftini fyri at geva privatum atgongd til hetta aktiv. Privatar fyritøkur hava heilt onnur atlit enn gagn fyri allar føroyingar, sigur Jákup Suni.
Hann heldur, at tað gongur sjón fyri søgn. Hann vísir á, meðan eingin hevur boðið upp á vindmyllulundina í Porkerishaganum, so er øðrvísi í Havn.
– Har er áhugin stórur. Hví? Tí í Havn kunnu privatu fyritøkurnar bara binda í SEV-netið til eina stóran kundaskara og fáa vinning av tí, meðan færru húsarhaldini í Suðuroy ongan áhuga hava. Hví skulu privat yvirhøvur fáa atgongd til eitt net, sum allir føroyingar hava uppbygt, og sleppa at brúka tað selektivt, alt eftir hvat gevur størst vinningsbýti, spyr hann og vísir á, at við verandi aktørum fer stórur partur av vinningsbýtinum av landinum.
Eksternt eftirlit skal tryggja borgaran
Við SEV er øðrvísi. Har verður eitt yvirskot ikki býtt út – hvørki heilt ella partvís – til eigararnar, kommunurnar. Tað verður verandi í felagsskapinum og verður brúkt til at útbyggja el-veitingina til frama fyri allar brúkarar.
Jákup Suni vísir á, at hetta yvirskotið sjálvsagt kann vera í hægra lagi, tí prísirnir hava verið óneyðuga høgir. Tað kann eisini vera ov lítið, tí felagsskapurin verður rikin ov illa. Hartil kann henda, at tað fæst ov lítið burtur úr hvørjari krónu, ið verður brúkt til at menna el-veitingina.
– Eitt regluligt, eksternt eftirlit kann staðfesta, um SEV verður rikið rationelt og um brúkararnir gjalda ella ikki gjalda tann prís, teir eiga, sigur Jákup Suni, ið snøgt sagt ikki trýr upp á, at sokallaða kappingin fer at hava príslækking við sær. Líka mikið hvussu kappingin kemur at arta seg, so kemur brúkarin at svíða í síðsta enda, tí minni verður til menning av elveitingarkervinum.
Grøna orkuskiftið skal minka um óvissuna
Í 2014 – meðan Jákup Suni var stýrisformaður – setti SEV sær sum mál, at í 2030 skal øll orka á landi stava frá varandi orkukeldum. Fyrrverandi SEV-formaðurin heldur, at grøna orkuumskiftið gongur alt ov seint.
– Orðaskiftið um, hví vit skulu skifta til varandi orku, er eisini nógv merkt av kenslum, heldur enn tí, sum veruliga umræður, sigur hann og heldur fram:
– Vit skulu skifta til varandi orkukeldur fyri at tryggja okkum ímóti teimum óvissum, sum standast av at vera bundin at eksternum orkukeldum, fyrst og fremst innfluttari olju.
Alt okkara vinnulív krevur orku – aling, smoltstøðir, fiskavirkir og skip.
– Um nú prísirnir fara ekstremt nógv upp ella um einhvør kreppustøða hevur við sær, at vit ikki fáa olju – hvar standa vit tá, spyr Jákup Suni og minnir á støðuna í 1973, tá ið arabisku londini hækkaðu prísin á olju, hóast tey høvdu ríkiligt á goymslu.
Konfliktirnar eru mangar, og tað er ikki trupult at ímynda sær, at oljan aftur kann verða eitt vápn í einari altjóða konflikt. Tað er í hesum sambandi, at grøna orkuskifti er týdningarmikið.
Kappingarstøðan skal broytast
– Tað er bara um tað loysir seg, at fólk velja at skifta, sigur Jákup Suni, ið vísir á, at vit mugu skilja ímillum bilar og húsarhald øðrumegin og skip hinumegin.
Kring um heimin koma nýbygningar grundaðir á varandi orku. Hjá okkum verður tað valla í bræði. Vit mugu í fyrsta umfari satsa uppá umskifti til varandi orku til bilar og húsarhald.
– Í løtuni hava vit eina støðu, har stórar fyritøkur kappast við SEV, men hendan tilgongd eigur at steðga. Í staðin eiga veitarar at sleppa at kappast um at selja brúkarum varandi orkuloysnir sum t.d hitapumpur, sigur Jákup Suni.
Til hetta krevst, at veitarar verða autoriseraðir til at installera grønar loysnir, og tað krevur, at SEV fær loyvi gera mun á orkuloysnum og harvið eisini á bæði veitarum og brúkarum, tá ið tað selur streym.
– Tað stutta av tí langa er, at SEV má fáa loyvi til at selja bíligari streym til tey, sum velja eina loysn, sum er grundað á varandi orkukeldur. Bara hetta kann fáa fólk at vekja varandi orkukeldur. Um tað almenna brúkar gularrót ella koyril afturat, so kann grøna orkuskiftið ganga so mikið skjótari, sigur maðurin, sum var á brúnni, tá ið grøna kósin varð sett.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021
Á aðalfundinum í apríl er ætlanin at dagføra og víðka endamálið hjá felagnum m.a. í sambandi við at bretska oljuvirksemið skamt úr Føroyum alsamt nærkast føroyska markinum
Lítið og onki hevur verið at hoyrt um og frætt frá Oljuvinnufelagnum um virksemi tess seinastu árini.
Felagið er tó framvegis til, umenn tað mestsum bert anir í løtuni.
Í ár eru júst 20 ár liðin, síðani Oljuvinnufelagið varð stovnað við tí endamáli at veita føroyskum fyritøkum mest møguliga úrtøku burturúr oljuvirksemi í føroyskum sjóøki.
Í hesum sambandi hava vit hitt formannin í felagnum, Leif Hovgaard, sum eisini er sølustjóri í oljufelagnum Magn, og spurt hann, hvussu hann heldur, tað hevur eydnast felagnum at lúka endamálsgrein sína, um støðuna í dag og um framtíðarætlanir felagsins.
Útlendsk feløg lógu framvið
Fyrst spola vit tó tíðina aftur til um aldarskiftið, tá stórar vónir vóru um at finna olju í Føroyum og stig tískil vórðu tikin til at stovna Oljuvinnufelagið.
Leif Hovgaard greiðir frá:
- Um hetta mundið var vaksandi áhugi millum útlendsk feløg fyri at leita eftir olju á føroyskum øki. Í føroysku vinnuni vórðu vit skjótt greið yvir avbjóðingina, um útlendsk feløg fóru at seta seg á meginpartin av virkseminum í sambandi við oljuleitingina við Føroyar. Tí tóku føroysk vinnulívsfólk seg saman og stovnaðu Oljuvinnufelagið. Endamálið var at tryggja, at føroyskar fyritøkur fingu sum mest burturúr oljuvirkseminum. Hetta skuldi m.a. gerast við at hjálpa fyritøkunum at førleikamenna seg.
Virka nú mest uttanlands
- Hvussu eydnaðist hetta?
- Vit hava ongi hagtøl fyri, hvussu mongum fyritøkum, felagið hevur hjálpt og hvørjum. Men fleiri av teimum eru framvegis virkin, hóast onki olju- og frálandsvirksemi hevur verið í Føroyum í fleiri ár. Nevnast kunnu fyritøkur sum t.d. Pam Offshore, Atlantic Supply Base og Atlantic Airways, hvørs virksemi í dag í høvuðsheitum er uttanlands. Oljuvinnufelagið var eisini, saman við almennum myndugleikum og øðrum, við til at fyrireika og skipa fyri, at føroyskar fyritøkur fingu atgongd til og luttóku á fleiri olju- og frálandsmessum og -tiltøkum. Hetta hevði við sær, at tær hesi árini fingu týdningarmikil vinnulig sambond við olju- og frálandsvinnuna í øðrum londum, sum tey framvegis í dag hava gagn av.
Vónirnar brustu
Oljuvinnufelagið varð fyrst og fremst stovnað til tess at útvega føroyskum vinnufyritøkum uppgávur í eini framtíðar føroyskari oljuvinnu. Tað fingu føroyskar vinnufyritøkur eisini, so leingi stóru altjóða oljufeløgini leitaðu eftir olju í føroysku undirgrundini og høvdu virksemi her, staðfestir Leif Hovgaard.
- Men eftir at vónirnar um at finna olju á føroyska landgrunninum brustu, og ongin oljuleiting tískil er við Føroyar longur, vísir tað seg tíbetur, at fleiri føroyskar fyritøkur hava fingið og framvegis fáa uppgávur úti í heimi í olju- og frálandsvinnuni har, og tað fegnast vit stórliga um, sigur nevndarformaðurin í Oljuvinnufelagnum.
Olja hinumegin markið
Hann vísir samstundis á, at hóast tað ikki sær út til at vera stórvegis áhugi fyri at leita eftir olju í føroyskum øki í løtuni, so er nógv oljuvirksemi beint upp at føroyska markinum.
- Økið skamt í ein landsynning úr føroyska sjómarkinum, sum bretar nevna ‘the West of Shetland Frontier’, verður av flestu oljufeløgum og serfrøðingum, sum virka innan bretska oljuídnaðin, mett sum næsta stóra oljuframleiðsluøkið hjá Bretlandi. Oljuvinnufelagið fylgir tískil væl við, hvussu hetta økið verður ment, sigur Leif Hovgaard og heldur fram:
- Góð sambond eru knýtt, og vit ivast ikki í, at føroyskir tænstuveitarar og arbeiðsmegi kunnu – um rætt verður atborið - fáa ávísar ágóðar av hesum virksemi eins og ein týðandi leiklut, tá gongd aftur kemur á framleiðsluna, sigur hann og leggur aftrat, at Oljuvinnufelagið er í regluligum samskifti við týðandi fyristøðufeløg, reiðarí og onnur, ið hava ein virknan leiklut hinumegin markið.
Tørvur á olju í mong ár aftrat
- Hvat meta tit um útlitini fyri føroyskari oljuvinnu í framtíðini, nú arbeitt verður miðvíst við at gera Føroyar grønar og røddir í hesum sambandi eru um at lata oljuna verða liggjandi í undirgrundini?
- Líkamikið hvussu orkunýtslan fer at laga seg í framtíðini, so verður ikki skift frá olju til aðrar orkukeldur yvir nátt. Sostatt verður tørvur á olju nógv ár fram í tíðina. Tí halda vit tað vera rætt at halda fram við oljuleiting í føroysku undirgrundini. Føroyar eru á øllum økjum eitt nýmótans og framkomið samfelag, sum er ført fyri at útvinna olju á ein forsvarligan og skynsaman hátt og lúka strangastu treytirnar, ið verða settar slíkum virksemi í dag. Hví skulu Føroyar so ikki fáa vinnuligt gagn av oljuvirksemi at fíggja vælferð okkara, tá heimurin fer at hava tørv á olju fleiri ár fram í tíðina? Haraftrat er olja betri fyri umhvørvið enn nógv annað kolvetni, sum verður brúkt í dag, staðfestir Leif Hovgaard.
Nógvir hentleikar í Føroyum
Nevndarformaðurin í Oljuvinnufelagnum sigur, at hóast tíðirnar eru nógv broyttar, síðani felagið varð stovnað fyri 20 árum síðani, so eru ikki allar súður syftar enn.
- Hóast oljuvirksemið á føroyska landgrunninum hevur ligið lamið seinastu árini, so hevur virksemið allatíðina verið nærindis føroyska markinum – og tað kemur alsamt tættari okkum. Føroysk vinna hevur áhuga í hesum virkseminum, tí ferðasambandið millum Føroyar og evropeiska meginlandið er nógv betri enn ferðasambandið, sum Norðurskotland og Hetland kunnu bjóða fyritøkunum í olju- og frálandsvinnuni. Harumframt eru gistingarhúsini, matstovurnar og aðrir hentleikar til fundarvirksemi og ráðstevnur í Føroyum nógv ment og útbygt seinastu árini. Føroyar eru sostatt í dag eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum, og Oljuvinnufelagið kann vera við til at menna og vísa á mongu vinnuligu møguleikarnar her at veita neyðugar tænastur til olju- og sjóvinnuna nærindis Føroyum. Føroyar eru avgjørt kappingarførar við okkara nærmastu grannalond, tá tað snýr seg um at veita alskyns tænastur á hesum øki.
Fara at dagføra endamálið hjá felagnum
Oljuvinnufelagið fer í hesum sambandi at endurskoða endamálið hjá felagnum, avdúkar Leif Hovgaard, nevndarformaður, tá vit at enda spyrja hann, hvørjar framtíðarætlanir felagið hevur.
- Hóast felagið mestsum hevur ligið í dvala seinastu árini, brynja vit okkum nú til nýggjar avbjóðingar. Í hesum sambandi er ætlanin at dagføra og víðka endamálið hjá felagnum, uttan at eg kann koma nærri inn á hetta í løtuni. Men meira verður at frætta eftir aðalfundin hjá felagnum, sum ætlandi verður um miðjan apríl.
--
FAKTA
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021
Eisini fáa børn undir 12 ár tilboð um ókeypis koronakanning við komu til Føroya – tilmælini, sum vórðu løgd fram fríggjadagin, verða eftirmett eftir páskir
– Nú er eitt ár síðani korona fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum, og skjótt er eisini eitt heilt ár síðan at vit settu Føroyar niður í ferð, men nú lýsir aftur í eystri, og vit seta meira ferð á. Soleiðis byrjaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen tíðindafundin í gjár.
Løgmaður takkaði øllum føroyingum fyri tað stríðið, sum hevur verið seinasta árið, sum hevur gjørt, at tað nú verður enn meira liviligt í Føroyum.
Í løtuni er eingin smittaður í Føroyum, og tað er orsøkin, at tilmælini nú verða tillagaði.
Øll skulu framvegis kannast við komu, og børn undir 12 ár, sum higartil hava verið undantikin kravið um kanning, fáa nú bjóðað ókeypis kanning við komu, av tí at tað mann hevur sæð í útlondum, at børn eisini verða smittaði.
Men frá 1. apríl sleppa øll, sum eru liðugt koppsett fyri covid-19 undan heimauppihaldi, tá tey koma til Føroya.
Hendan dagfestingin er vald, tí at mann væntar at fleiri eru koppsett tá, og tá metir mann tað tí vera nóg trygt at loyva hesum, segði løgmaður.
Smittutrýstið er framvegis høgt rundanum okkum, og tí verður framvegis mælt frá allari óneyðugari ferðing, segði løgmaður.
Markið fyri hvussu nógv kunnu savnast verður hækkað til 200. 200 kunnu nú koma saman í skipaðum bólkum, og fyriskiparar verða bidnir um at venda seg til koronaráðgevingina um, hvussu tiltøk teirra skulu skipast á skynsaman hátt.
Løgmaður legði afturat, at hóast støðan í Føroyum er góð, er framvegis umráðandi at fylgja tilmælini um eitt nú frástøðu, reinføri og at avmarka kropsligt samband.
Tilmælini verða eftirmett á páskum, men um okkurt óvæntað stingur seg upp, verður støðan eftirmett beinanvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Um myndugleikarnir fáa boð um nakran, sum ger ímóti tilmælinum um sóttarhald og fer út millum fólk eins og seinasta vikuskifti, fara tey at seta seg í samband við tey og greiða teimum frá tilmælunum, men eingin er óynsktur í Føroyum, sigur fútin
Vit hava onga heimild at nokta dønum at koma til Føroya og fara í býin, segði Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, tá hann á tíðindafundi í Kringvarpinum varð spurdur, um málið við teimum fimm dønunum, sum komu til Føroya at ballast seinasta vikuskifti.
Um tey fáa boð um nakran, sum ger ímóti tilmælunum um sóttarhald og fer út millum fólk, fara tey at seta seg í sambandi við viðkomandi at greiða teimum frá tilmælunum
– Eingin er óynsktur í Føroyum, har er ein atburður, sum er óynsktur, segði fútin.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði afturat, at hann fegnaðist um, at málið fekk so nógva umrøðu í stóru donsku miðlunum, og at tað varð viðgjørt sum tað álvarsmál, tað var.
– Hetta er virkandi til, at tað ikki endurtekur seg ferð eftir ferð, segði løgmaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Kravið um kanning við komu verður galdandi til 30. juni, eisini fyri tey, sum eru liðugt koppsett, emn hesi sleppa tó undan heimauppihaldi – Øll onnur skulu framvegis í seks daga heimauppihald við komu fram til mai
Í gjár, eina viku eftir, at Føroyar aftur gjørdist koronafrítt, kunngjørdi landsstýrið nýggj tilmæli.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísti á tíðindafundi á, at hóast støðan í Føroyum er góð, og tað er freistandi at sleppa sær øllum fyrivarnum, er tað ikki ráðiligt, og verður heitt á øll um framvegis at vera ansin og halda seg til tey tilmæli, sum eru.
– Koronasmittan kann bæði skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, segði hann.
Verandi tilmæli eru galdandi fram til eftir páskafrítíðina, tá tey verða eftirmett, men um okkurt brádliga stingur seg upp, verða tilmælini endurmett umgangandi.
Nýggju tilmælini síggjast niðanfyri:
Ferðing
Markið fyri, hvussu nógv fólk koma saman
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Hjálparpakkarnir gjørdu mun, men vardu alt ov stutt, sigur Marni Hjallnafoss, stjóri og ein av eigarunum av Greengate
Tað er brúk fyri at myndugleikarnir vakna, og stuðla undir, at ferðavinnan kemur sum frægast burturúr hesi herviligu kreppu, skrivar Marni Hjallnafoss, stjóri og ein av einarunum í GreenGate Incoming, á Facebook.
Hann er bara ein í røðini, sum seinastu dagarnar hevur gjørt vart við vánaligu støðuna, sum partur av føroyska vinnulívinum er komið í.
Sambært Marna Hjallnafoss, so vardu hjálparpakkarnir í summar alt ov stutt, og tað er neyðugt at okkurt verður gjørt.
- Hjálparpakkarnir gjørdu mun, men teir vardu alt ov stutt. Vit standa yvirfyri stórum avbjóðingum. Okkara tilfeingi er horvið, og vit hava bert útreiðslur fyri hvønn mánað ið gongur. Tí er tað alneyðugt at seta hjálparpakkar í verk aftur, um okkum skal verða lív lagað.
Hann sigur at fyritøkan er í eini sera álvarsligari støðu, og tey hava verið noydd at sagt starvsfólk úr starvi.
- Okkara søla minkaði í 2020 við 85 prosentum. Fyri at hava virksemið gangandi, hava vit verið noydd at biðja um skáa frá peningastovni. Starvsfólkini eru farin munandi niður í tíð, og onkran hava vit tíverri verið noydd at siga farvæl til, skrivar Marni Hjallnafoss.
- Fyrra hálva av 2021 er longu so gott sum farin fyri bakka. Vit hava enn vónir til seinnu hálvu av árinum, men rokna í besta føri at røkka 30 prosent av tí, sum vit høvdu væntað í ár, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Fonn Flog hevði eitt rakár í fjør orsaka av korona.
At ferðavinnan hevur tað ógvuliga hart, er onki nýtt.
Nú hevur stjórin fyri eina av størri ferðaskrivstovunum sett orð á støðuna.
Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog, legði týsmorgunin eina dagføring á Facebook, har hann greiðir frá, at inntøkan hjá felagnum í 2020 bert var ein tíggjundapart av tí, sum felagið hevði árið fyuri.
Men tað eru enn vónir fyri framman, hóast hjálpin frá tí almenna ikki er so løtt at hóma.
- Trupult at halda út
Sakaris Frederiksen skrivar soleiðis:
“Vit í Fonn Flog trúgva, at tað aftur koma vanligar tíðir. Men inn til tá ræður um at halda út sum frægast. Í løtuni er eingin hjálparpakki til okkara, og tá er trupult at halda út.
Fleiri av okkara starvsfólkum eru farin í annað starv, og tey, sum eftir eru, eru farin niður í tíð, tí inntøkan hjá Fonn Flog minkaði niður í ein tíggjundapart í 2020 í mun til 2019. Vit hava roynt at hildið fast í okkara starvsfólkum, sum hava drúgvar royndir og breiða vitan, ið verður týdningarmikið at hava, tá ið vit einaferð sleppa í gongd aftur.
Tað var ein góð hjálp at fáa hjálparpakkarnar, men teir vardu ov stutt. Vit hava longu bíðað alt ov leingi eftir, at myndugleikarnir koma við eini loysn.
Ferðavinnan er í kreppu og mynduleikarnir mugu síggja álvaran í støðuni. Her má okkurt gerast sum skjótast.”
- Møguliga verða vit noydd at gera nakað
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við m.a. vinnumálum varð í Degi og Viku mánakvøldið spurdur um landsstýrið hevur ætlanir um at hjálpa ferðavinnuni.
Svarið frá landsstýrismanninum var lítið ítøkiligt, men hann upplýsti, at spurningurin hevur verið viðgjørdur í landsstýrinum.
- Møguliga verða vit noydd at gera eitt ella annað. Vit skulu fyrst kanna hvør tørvurin er. Tað kann vera, at vit koma til ta niðurstøðu, at vit vera noydd til at gera eitt ella annað, segði Helgi Abrahamsen, sum eisini segði.
- Er tað onkur, sum er í ferð við at detta niðurímillum, so mugu vit taka tað harfrá.
Landsstýrismaðurin helt annars, at besti hjálparpakkin hevði verið at latið uppaftur og sett meira ferð á samfelagið. Helgi Abrahamsen er sannførdur um, at virksemið hjá ferðavinnuni í summar verður munandi hægri enn tað var síðsta summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Tað eru bara vit báðar møðgurnar, sum passa hotellið og teir fáu gestirnar, sum eru her um vikuskiftini. Eingir gestir eru gerandisdagar, sigur Lis Eklund, stjóri á Hotel Havgrím
Móti sumri í 2018 lat Havgríum Seaside Hotel upp yviri við Strond í Havn. Hetta er eitt nýmótans hotel við 14 tvíkømrum, og alt sá positivt út.
Men nú trý ár seinni, er søgan ein onnur.
- Sølan í 2020 minkaði nærum 80 prosent, og øll starvsfólkini hava fingið uppsagnarbræv. Tað eru bara vit báðar møðgurnar, sum passa hotellið og teir fáu gestirnar, sum eru her um vikuskiftini. Eingir gestir eru gerandisdagar, skrivar Lis Eklund, stjóri á hotellinum, á Facebook týsdagin.
Hon sigur, at hjálparpakki 1 var ein góð loysn fyri starvsfólkini, sum kundu varðveita starvið. Hjálparpakki 3 kom eiisni væl við, men vardi bert til 31. august.
Tí er støðan hjá Hotel Havgrím líka ring ella trupul, sum hon var áðrenn síðst í august mánað 2020.
- Støðan er heldur verri enn nakrantíð, tí at ferðafólk eru kravd 6 daga sóttarhald.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Eingin politikari víst áhuga
Hon væntar uppaftur færri bókingar í ár enn í fjør.
- Í fjør tyktist tað, sum um ferðafólk og vit øll væntaðu, at koronastøðan fór at lætna nakað skjótt. Tað vardi ongan, at korona fór at verða partur av gerandisdegnum í 2021. Nú tykist tað sum um, at ferðafólk hava mist vónina um, at tað nyttar nakað at planleggja eina ferð í ár, tí at støðan er so ring uttanfyri landoddarnar.
- Niðurstøðan er, at vit mugu dúva uppá føroyskar gestir. Her er trupulleikin, at prísirnir bara lækka og lækka og verða trýstir í botn. Eitt greitt tekin um, at vinna er sera sjúk, skrivar Lis Eklund.
Hon undrast stórliga á vantandi áhugan frá politikarunum. Ikki ein hevur spurt hvussu tað gongur.
- Í eini støðu, har tey flestu hotellini eru í so svárari trongstøðu kann tað undra, at ikki ein tann einasti politikari hevur víst áhuga ella verið á gátt, og spurt, hvussu gongst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Landsstýrið má fyrst fáa greiði á støðuna og tørvin, segði løgmaður á tíðindafundinum í gjár
Løgmaður vildi ikki koma við øðrum lyftum til hart sperdu ferðavinnuna enn, at landsstýrið arbeiðir við málinum, og at landsstýrið fyrst ynskir at fáa eitt yvirlit yvir støðuna í vinnuni, áðrenn støða verður tikin hvat gerast skal við hendan partin av føroyska vinnulívinum.
- Vit hava havt fundir við ferðavinnuna, og fundir eru avtalaðir í komandi viku, har spurningurin um hjálparpakka skal umrøðast og støðan lýsast.
Løgmaður tók uppaftur á tíðindafundinum í gjár tað, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur ført fram, nevniliga at ein hjálparpakki varð bjóðaður ferðavinnuni, men at hann ikki varð gagnnýttur til fulnar. Eisini at veturin ikki er háarstíð hjá hesi vinnu, og tí er góð tíð enn at arbeiða við at vinna eina loysn á hvussu vinnan skal sleppa so snikkaleys burtur úr støðuni sum gjørligt.
Men hann vildi ikki geva lyfti um ein hjálparpakki fór at koma ella ikki.
Síggj samrøðuna við løgmann á Portalinum: Ongin hjálparpakki til ferðavinnuna fyribils
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021
Rúni Djurhuus sigur, at tað er fult bókað til hetta summarið á gistingarhúsinum Yviri við Strond, sum skjótt broytir navn til Hotel Djurhuus ,og fer at síggja heldur øðrvísi úr. Virksemi koyrir við lágum blussi komandi tveir mánaðirnar
- Í løtuni er tað opið sum vant, men vit koyra við lágum blussi. Soleiðis verður fram til 1. mai, tá latið verður upp við fullari megi og nýggjum navni.
Soleiðis greiðir Rúni Djurhuus frá ætlanini við Hotel Streym í høvuðsstaðnum, sum um góðar tveir mánaðir skiftir navn til Hotel Djurhuus.
Í dag kom nýggja navnið upp (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Rúni Djurhuus keypti í september í fjør gistingarhúsið frá miðvinginum Svend Aage Ellefsen, sum hevði rikið gistingarhúsið síðan 2006.
Nýggi eigarin sigur við Portalin, at í løtuni verður nýggja móttøkan gjørd, eins og nýggj matstova, har tað framvegis verður møguleiki at fáa morgunmatarbuffet.
- Hetta verður framvegis eitt trý-stjørna hotell við einum "face-lift". Umbygging er í gongd í løtuni
Fult bókað í summar
Ferða- og tænastuvinnan í Føroyum hevur ikki havt tað gott síðani korona rakti. Hóast tað lótu tvey gistingarhúsu upp í høvuðsstaðnum í fjør, og tøli frá Hagstovuni vísa, at føroyingar gista munandi meira á egnum gistingarhúsum.
Í løtuni er framtíðin óviss hjá fleri, og óvist er nær mongu koppsetingarnar og lága smittutalið, sum nú er null, fara at gera at tilmælini linka. Rúni Djurhuus vónar, at tað verður áðrenn summarið kemur. Hann sigur við Portalin, at á gistingarhúsinum hjá honum Yviri við Strond longu er fult bókað í summarmánaðunum.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Hóast evnið er álvarsligt, er ætlanin at gera kvøldið 27. mars til eitt hugnaligt kvøld fyri alla familjuna
Tað skal vera eitt upplivilsi, tá Føroyar 27. mars fara at seta seg frammanfyri sjónvarpsskíggjan og uppliva eitt gott sjóv í sambandi við landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum – Føroyar móti Krabba.
Týsdagin var tíðindafundur, har Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, Gunn Hernes stjóri í Norðurlandahúsinum og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiddu frá ætlanini við stóru landsinnsavningini.
Talan verður eina undirhaldssending fyri alla familjuna. Har verður okkurt fyri børn, men tónleikurin verður í høvuðssæti, greiddi sjónvarpsstjórin frá.
Kend tónleikanøvn og eitt heilt serligt kór
Nøvnini, sum vera við eru Eivør, Rökkvi, Hamradun, Swangah, Stongum & Guttesen, Hallur Joenssen, Lena Anderssen, Maria á Lakjuni, ein strúkikvartett og eitt kór, serliga samansett til høvið, mannað av sangarum, sum eru ella hava verið rakt av krabbameini.
Ivan Niclasesn, kringvarpsstjóri (Mynd: Sverri Egholm)
Sendingin sjálv verður beinleiðis, men tónleikurin verður fyri tað mesta framleiddur frammanundan.
- Koronastøðan setir sínar avmarkingar, og tí eru vit eisini avmarkað í mun til at fáa fatur á tónleikarum, sum ikki hava sín fasta bústað í Føroyum, segði Ivan Niclasen.
Framleiðslan av tónleikainnsløgunum er longu farin ígongd – hon fer fram í kringvarpshøllini.
"Tíðin rennur"
Eitt serligt tónleikainnslag til hetta kvøldið er ein sangur, sum verður sungin av kórum og sangarum, har sangurin verður savnaður inn virtuelt.
Kórsambandið hevur sent áheitan út til allar sínar limir um at syngja “Tíðin rennur sum streymur í á” við lagnum hjá Waagstein, og ljóð- og myndaupptøkurnar, sum koma inn verða so sett saman til eina heilt serliga framleiðslu, har tað sjálvandi eisini verður høvi hjá fólki heima í stovuni at syngja við.
Yvirhøvur er ætlanin við sendingini, at hon skal vera so fólkslig, sum til ber.
Umframt sang, so verður eisini høvi hjá hyggjarum at vera við til at bjóða upp á listaverk, ið verða seld á uppboðssølu undir tiltakinum. Listafólkini, sum hava latið verk til endamálið eru Tróndur Patursson, Joel Cole, Guðrið Poulsen og Turið Mohr.
Umframt sangin verða fleiri samrøður í sendingini, eins og sjónvarpslið eru úti kring landið og gera samrøður beinleiðis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Tiltakið Føroyar móti Krabba, sum var ætlað at vera í fjør, varð rakt av eini aðrari sjúku
Fyri einum ári síðani var Krabbameinsfelagið komið langt í fyrireikingum sínum at skipa fyri eini umfatandi landsinnsavning, men so kom eitt virus og støðgaði ætlanini – eitt virus sum síðan hevur sett dagsskránna fyri nærum alt virksemið í landinum og kring allan heim.
- Nú eru vit komin so nøkulunda fyri okkum aftur, at vit nú seta okkum før fyri at skipa fyri landsinnsavningini. Men tiltakið í Norðurlandahúsinum verður tíverri uttan áskoðarar, og ein stórur partur av sendingini, ið annars er beinleiðis, verður framleitt frammanundan.
Soleiðis sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, nú klárt er at greiða frá stóra tiltakinum sum verður varpað út í hvørja stovu í landinum úr Norðurlandahúsinum. Føroyar móti Krabba eitur tiltakið, hvørs endamál er at savna inn pengar til Krabbameinsfelagið.
Krabbameinsfelagið hevur einaferð fyrr hildið stóra landsinnsavning. Tað var í 2009, og tá gjørdust fyrireikararnir ovfarnir av, at heilar 5,2 milliónir krónur komu inn.
- Krabbamein er framvegis ein avbjóðing fyri samfelagið, og vit hava brúk fyri pengunum, sum koma inn frá hesum landsinnsavningum, til at halda fram við okkara virksemi, sigur Durita Tausen.
Vilja stuða føroyskari gransking
Hon greiðir frá, at pengarnir frá landsinnsavningini fara til fleiri endamál. Fyrst av øllum til at stuðla gransking innan krabbasjúkuna.
- Tað er av týdningi, at vit granska í føroyskum viðurskiftum, tá tað snýr seg um krabbamein, og vit uppliva eisini tað gleðiliga, at tað eru alt fleiri granskarar, sum vísa áhuga fyri at granska í hesum, vísir forkvinnan á.
Umframt stuðul til granskingina, er ætlanin, at pengarnir serliga skulu brúkast til at hjálpa børnum og ungum, ið verða rakt av krabbameini sum avvarðandi. Pengarnir fara eisini til at fylla í hjálpargrunnin hjá Krabbameinsfelagnum, ið veitir peningaligan stuðul til fólk, ið eru rakt av sjúkuni. Pengar verða eisini brúktir til dagliga virksemið hjá Krabbameinsfelagnum.
Krabbameinsfelagið er ikki á fíggjarlógini – tað livir einans av stuðli og gávum.
Enn brúk fyri felagnum
Hóast Krabbameinsfelagið hevur yvir 40 ár á baki – tað varð stovnað 17. januar 1979 – so er framvegis tørvur á felagnum, staðfestir Durita Tausen.
- Vit fáa tíbetur alla tíðina meiri og betri vitan um sjúkuna, og tað eru tí eisini fleiri og fleiri, sum gerast frísk av sjúkuni. Men tað eru eisini framvegis nógv, ið verða rakt. Tí er tørvur á bæði gransking og eisini at stuðla, vegleiða og hjálpa teimum, sum verða rakt.
Tað er jú nærum ikki nøkur familja í landinum, sum ikki onkursvegna hevur ella hevur havt krabbameinssjúku.
- Útlitini fyri sjúkuna er betri nú. Uppgávan og avbjóðingin er at finna sjúkuna so skjótt, sum tilber, eitt nú við screeningum, arbeiða fyri, at tíðin frá tí at krabbasjúkan verður staðfest, til tann rakti kann viðgerast fyri sjúkuna gerst so stutt sum møguligt, tí tað bjargar mannalívum, sigur Durita Tausen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Landsstýrismaðurin við heilsumálum átalar nú, at vikið er frá kunngerðini um koppseting
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum góðtekur ikki, farið verður uttan um koppsetingarkunngerðina.
Tí hevur hann givið landslæknanum eina átalu fyri at hava givið undantak, so sendifólk hjá landinum kundu koppsetan.
Tað var Kringvarp Føroya, sum týskvøldið kundi avdúka, at sjúkrahúsverkið hevur gjørt frávik frá koppsetingarkunngerðini og koppsett fólk, sum ikki vóru umfatað av henni.
Talan var um sendifólkið í London við maka, sum vóru koppsett í januar eftir umbøn frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og tilmæli frá landslæknanum, umframt fólk hjá Smyril Line. Eisini hevði landslæknin tilmælt, at føroyska sendifólkið í Kina og makin kundu koppsetast.
Landsstýrismaðurin bað í gjár um eina frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni. Hesa hevur hann nú fingið, men hann væntar, at sjúkrahúsleiðslan og landslæknin sjálv alment fara at greiða nærri frá, hvat ítøkiliga er hent.
Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at sendifólkið í London og makin vóru koppsett fyrru ferð í januar, men umbønin um koppseting av sendifólkinum í Kina við maka er nýggjari. Tey eru tí ikki koppsett, og verða heldur ikki tikin fram um onnur at koppsetast.
Í frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, var greitt frá, at frávik í ávísum førum høvdu verið gjørd frá koppsetingarkunngerðini fyri at forða fyri, at vaksinuskamtar fóru fyri skeytið. Í tí sambandinum vóru umleið 20 persónar koppsettir, sum ikki vóru umfataðir av kunngerðini og onki beinleiðis sjúklingasamband høvdu.
Soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur fingið málið upplýst nú, vóru koppsettu persónarnir hjá Smyril Line ímillum hesi 20.
Frágreiðingin frá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Ingilín Didriksen Strøm vil hava landsstýrismannin at greiða frá hvørji fólk eru koppsett uttan um ætlanina, og hvørjar grundgevingarnar eru
Síðani koppsetingin byrjaði, er komið fram, at fólk eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina. Tað er ikki í lagi, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum nú vil hava landsstýrismannin at leggja alt á borðið.
Sambært heimasíðuni corona.fo, sum Heilsumálaráðið og landslæknin umsita, vóru tað 3. mars 2021 4.190 fólk, ið hava fingið fyrru koppseting fyri covid-19, meðan 2.523 eisini hava fingið tað seinna prikið. Hetta eru 6.713 koppsetingar tilsamans.
Í Degi og Viku týskvøldið varð staðfest, at privatar fyritøkur og sendifólk Føroya uttanlands eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, meðan fólk í serligum smittuvanda, herímillum fjølbrekað og fólk við kroniskum sjúkum, framvegis hvørki eru koppsett ella hava fingið vitan um, nær tey kunnu vænta at verða koppsett, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
- Tað kunnu vit als ikki góðtaka. Tí mugu vit skjótast gjørligt fáa at vita, um tað eru fleiri enn hesi, sum Kringvarpið vísti á, sum eru koppsett uttan um koppingarætlanina, hvørji fólk talan er um, og hvørjar grundgevingar eru fyri at gera frávik, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Norrøna tekur siglingina uppaftur í dag
Í dag, leygardagin 6. mars fer Norrøna aftur í sigling, og tað er eitt nútímansgjørt skip, sum fer at sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland.
Beint áðrenn jól fór Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni. Talið av kabinum er økt við áleið 50 dupultkømurum og eisini er nýggj cafe gjørd á dekk 10.
Ymiskt annað er eisini gjørt. Millum annað snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðandi at sleppa av.
Norrøna er bygd í 2003, er 151 metrar til longdar og breiddin er 30 metrar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Nú verður kósin sett aftur í norðuratlantshavssigling
Týsmorgunin kom Norrøna aftur í “vanligu” donsku havn sína, Hirtshals, eftir umfatandi umbyggingina í Lindø beint uttan fyri Odense.
Fleiri broytingar eru gjørdar í skipinum. Mest eyðsýnda er ein røð av nýggjum marglætis kømrum við víðsýnisrútum á hæddini har fyrr var sóldekk og “skybarr”. Og so er ein spildurnýggj skybarr við góðum útsýni bygd omaná.
Nakrir føroyingar vóru komnir oman á havnina, tá Norrøna kom til Hirtshals. Tey tóku ímóti skipinum við fløggum, skrivar Nordsøposten.
Norrøna verður nú liggjandi í Hirtshals, meðan seinasta arbeiðið verður við at klárgera skipið til ferðafólkaflutning aftur.
Norrøna varð tikin úr sigling 19. desember. Hetta tíðarskeiðið hevur ongin ferðaflutningur verið við Smyril Line, bert farmaflutningur við hinum skipunum hjá reiðarínum.
Norrøna fer úr Hirtshals leygardagin á fyrsta túri sínum eftir umbyggingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Talan er um leiðirnar 400, 401, 440 og 450. Ætlanin er millum annað, at Leið 400 aftur fer at koyra gjøgnum Sundalagið, og at ein snarleið skal koyra millum Klaksvík og Tórshavn
Eftir at Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu 19. desember 2020, er ferðslumynstrið í Føroyum broytt á ymsan hátt. Hetta hevur millum annað ávirkað Strandferðsluna og nakrar av leiðum teirra.
- Broytingarnar og tillagingarnar, ið vóru settar í verk, hava verið viðgjørdar í samskifti við málaráð, kommunur, viðskiftar v.fl. og sett í mun til sáttmálar við busseigarar og kommunur, kostnaðarviðurskifti, hagtøl, royndir at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, innkomnar skrivligar klagur og viðmerkingar v.m. Við støði í hesum hevur Strandfaraskip Landsins tillagað ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum. Víst verður eisini á, at tillagingar eru gjørdar á øðrum leiðum, sum møtast við leið 400, 401, 440 og 450
Ónøgd hevur verið um ymsar av broytingar - serliga frá fólki í Sundalagnum, ið nú hava munandi verri bussamband. Nú verður okkurt gjørt við hetta. Á heimasíðuni ssl.fo varð í gjár boðað frá, at ætlanin er at gera broytingar á fýra av leiðunum fyri at gera tað lættari fyri brúkaran á ymsan hátt.
Hesar broytingar skulu eftir ætlan setast í verk 1. apríl, men eru nú fyrst til hoyringar fram til 17. mars. Tær innibera millum annað, Leið 400 fer aftur at koyra millum Klaksvík og Tórshavn gjøgnum Sundalagið, á nærum sama hátt sum áðrenn Eysturoyartunnilin lat upp, og at ein ein nýggj snarleið, leið 401, fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin á morgni og seinnapart millum Klaksvík og Tórshavn.
Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin úr Havn til Strendur og Runavík og aftur til Havnar 7 ferð gerandisdagar, 3 ferð leygardagar og 2 ferð sunnudagar. Leið 450 fer at steðga við skúlan á Strondum og við Sjómansheimið í Runavík, undantikið tá ið snarleiðin, leið 401, úr Klaksvík koyrir gjøgnum Runavík um morgunin. Ætlanin við hesum er, sambært ssl.fo, at ferðandi av Skálafjørðinum fáa eina betur og skynsama loysn at koma til og frá arbeiði í Havn, umframt at ferðandi úr Havn kunnu koma øvugtan veg til og frá arbeiði.
Strandferðslan ger vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er um tvær vikur - 17 mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Løgtingið fekk eina skolu frá varaborgarstjóranum, tá innkomuvegurin til høvuðsstaðin var umrøddur í býráðnum í Tórshavnar kommunu
- Eg fái meg ikki at trúgva, at okkara løgting ikki vil borgarunum í Havn sum tey vilja borgarum aðrastaðni í Føroyum, segði varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, á býráðsfundinum farna hóskvøld.
Annika Olsen segði lítla løtu frammanundan, at tað var ein ómetaliga stórur illvilji í løgtinginum ímóti innkomuvegnum til Havnar. Runavík hevur fingið eina avtalu upp á pláss við landið, men í Havn er enn einki hent.
Annfinn Brekkstein vildi ikki trúgva, at tað var so, at borgarar ikki vóru viðfarnir eins.
- Eg kann ikki trúgva tí. Um tað er tilfelli, so kann eg bara staðfesta tað, sum eg havi varhugan av. Tað er eitt býráð, og so er tað eitt bygdarráð - tað er hinumegin vegin, segði Annfinn Brekkstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Meira enn 18.000 føroyingar fáa pengar aftur í skatti. 1.521 hava goldið ov lítið og skulu gjalda góðar fýra milliónir til Taks
Skattauppgerðin 2020 hjá A-skattgjaldarum sæst nú á Borgaraglugganum og í Mínboks. Tey, sum ikki nýta hesar tænastur, fáa uppgerðina í postkassan í næstum.
Og tað verða 18.248 borgarar, sum fáa pening aftur í skatti. Í alt fáa teir 56.737.658 krónur útgoldnar. 1.521 borgarar hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning, í alt 4.264.980 krónur.
22.205 borgarar hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakran pening, sigur Taks á heimasíðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, sum ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku – eisini hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50 prosentum í 2025
BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Harumframt hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50% í 2025. Átøkini skulu vera við til at styðja upp undir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.
Lægsta renta á grøna bústaðarláninum verður 2,45 prosent, og til samanberingar er lægsta renta á vanliga bústaðarláninum í dag 2,75 prosent.
– Vit ráðgeva hvønn dag viðskiftafólkum, ið skulu undir at byggja ella umvæla bústaðin, og sum í tí sambandi skulu velja eina hitaskipan. Okkara leiklutur sum peningastovnur gevur okkum tí góðan møguleika at stuðla viðskiftafólkunum í at velja grønar orkuloysnir, og hesa ábyrgd vilja vit fegin átaka okkum. Við nýggja, grøna bústaðarláninum ber til at velja eina varandi orkuloysn og samstundis fáa eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt vilja vit geva okkara íkast til at seta ferð á grøna orkuskiftið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin
Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við einari grønari orkuskipan, kunnu frá 1. apríl skifta vanliga bústaðarlánið um við nýggja, grøna bústaðarlánið og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Grønar orkuskipanir eru hitapumpur – m.a. jarðhiti - og fjarhiti, ið brúkar varandi orku.
Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring. Á henda hátt gerst tað ein fyrimunur fyri bæði umhvørvið og pengapungin hjá tí einstaka at velja eina grøna orkuskipan.
Lagalig fígging til orkusparandi ábøtur
BankNordik hevur í fleiri ár veitt orkulán, ið ger tað bíligari hjá viðskiftafólkum at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin. Orkulánið fer framvegis at kunna brúkast til t.d. bjálving, nýggj vindeygu og til umlegging frá oljufýring til grøna orkuskipan. Lægsta renta er 1,75 prosent, og til ber at læna í mesta lagi 300.000 krónur.
Tey, ið vilja skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kunnu sostatt fíggja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið leggjast um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu.
Einki hámark á láni til elbilar
Í 2019 fór bankin undir at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, samstundis sum løðingarstøðir til elbilar vórðu settar upp við allar bankadeildir kring landið. Higartil hevur elbillánið havt eitt hámark á 300.000 krónur, men tað markið verður nú strikað, og sostatt verður møguleikin at taka lán til elbilar í BankNordik uppaftur betri. Nýggja, grøna bústaðarlánið er tó tann størsta íløgan hjá bankanum í grønu umstillingina higartil.
CO2-útlátið hjá BankNordik skal minka niður í helvt
Tað eru ikki bara viðskiftafólkini, ið skulu hjálpast á eina grønari kós. Eisini innanhýsis í BankNordik-samtakinum hevur burðardygd fingið alsamt størri týdning.
Samtakið mátar CO2-útlátið, ið stavar frá egnum virksemi, og í sambandi við kunngerðina av ársroknskapinum og CSR-frágreiðingini tann 26. februar upplýsti bankin 14 lyklatøl, ið lýsa ta ávirkan, ið virksemið hevur á umhvørvi og fólk.
Leiðslan hevur sett sær sum mál at minka CO2-útlátið við 50 prosentum í 2025, og hetta skal m.a. røkkast við at skifta allar bilar út við elbilar, við at leggja um til varandi orkuskipanir í bygningum, og við at SEV sum ætlað fer at veita grønari streym komandi árini.
Tey, ið vilja hava meira at vita um nýggja, grøna bústaðarlánið, og møguleikarnar at fáa fígging til umlegging til grønar orkuskipanir, kunnu seta seg í samband við sín ráðgeva í bankanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
SMS-samtakið hevði eitt gott ár í fjør. Talan er um munandi framgongd í rakstrinum sammett við 2019
SMS-samtakið hevði 32 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Leiðslan fegnast um góða úrslitið og staðfestir samstundis, at tað gongur væl at tillaga samtakið til eitt alsamt meiri umhvørvisvinarligt virkissamtak
Eitt sera gott avlop í 2020, samstundis sum munandi umhvørvisvinarligar tillagingar eru gjørdar í samtakinum. Tað er stutta niðurstøðan, tá ið stjórn og nevnd í SMS-samtakinum taka samanum árið 2020.
SMS-samtakið hevði 39 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2020 – tað eru 32 milliónir krónur eftir skatt. Umsetningurin var 575 milliónir krónur í fjør. Ein partur av úrslitinum eru sonevndar óvanligar inntøkur, sum stava frá sølu av partabrøvum í øðrum fyritøkum.
Talan er um munandi framgongd í rakstrinum sammett við 2019, tá ið ársúrslitið fyri skatt var 25 milliónir krónur – svarandi til 20 milliónir krónur eftir skatt. Umsetningurin í 2019 var 508 milliónir krónur.
270 ársverk eru í samtakinum, men tá ið starvsfólkahópurin verður gjørdur upp eftir starvsbrøki hjá ymisku starvsfólkunum, so svarar tað til, at umleið 700 fólk eru á lønarlistanum hjá SMS-samtakinum. Høvuðsvirksemið hjá samtakinum er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Myllnurnar, Dvøljan og Miðlon.
Raðfesta umhvørvið
Seinnu árini hava stjórn og nevnd arbeitt miðvíst fyri at tillaga SMS-samtakið til eitt umhvørvisvinarligt virkissamtak.
- Tú kanst siga, at SMS hevur sína egnu grønu kós. Hóast tað ikki er eitt krav í Føroyum, so útfasa vit t.d. køli- og frystiútgerð, sum brúkar skaðandi evnið freon, og vit gera eisini átøk innan matoyðsl og endurnýtslu av hita, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðseigari í SMS-samtakinum.
Hitin, sum kemur frá køliskipanini, verður endurnýttur at hita bygningar, og higartil er henda skipanin við avlopshita farin at virka í helvtini av samtakinum. SMS var fyri nøkrum árum síðani eisini knýtt upp í fjarhitaskipanina. Led-perur verða brúktar, og eldri køliútgerð verður skift út til køliútgerð við hurðum og lúkum fyri at spara orku.
Matoyðsl er eisini á breddanum hjá SMS-samtakinum, sum roynir at stýra innkeypinum so neyvt sum møguligt eftir tørvinum hjá kundunum. Um ov nógv verður keypt inn, verður tað selt fyri tilboðsprís so skjótt sum gjørligt, og kundin fær tá møguleika at fáa bíligar matvørur í góðari tíð fyri seinasta nýtsludag.
Í næstum verður ein nýggj og munabetri skipan sett í verk, har kundarnir í einari app í telefonini kunnu leita sær upplýsingar um, hvar í samtakinum slíkar tilboðsvørur eru at fáa.
Týðandi at vísa samfelagssinni
- Vit eru við árunum vorðin ein týðandi leikari í føroyska samfelagnum, og tí vilja vit eisini bera samfelagnum aftur. Tað er ein skylda hjá øllum stórum fyritøkum at sýna samfelagssinni, staðfestir Niels Mortensen, stjóri.
Hann sipar við hesum til, at SMS-samtakið sjálvsagt skal vera so umhvørvisvinarligt sum gjørligt, eins og samtakið skal vera við til at stuðla ítrótti, tónleikalívi, frítíðarlívi og øðrum samfelagsgagnligum átøkum. SMS-samtakið læt 2,5 milliónir krónur til ítrótt og onnur samfelagsgagnlig endamál í 2020.
Ársroknskapurin var lagdur fram og góðkendur á aðalfundinum í SMS-samtakinum í dag. Í nevndini sita Christian Andreasen, formaður, Mogens Nielsen fyri NM Holding, umframt Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P/F Farcod.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Næmingur í autismuflokkinum á Glasir fekk heiðursbræv fyri gott avrik í danskari kapping í støddfrøði
Søgan um Tór er ikki heilt vanlig. Og Tór er ikki heilt vanligur. Fyri nøkrum árum síðani var lítið, sum talaði fyri, at Tór í 2021 skuldi fáa heiðursbræv fyri avbera gott avrik í seinna umfarinum av virðismettu donsku Georg Mohr-kappingini í støddfrøði. Heldur tvørturímóti
Tór byrjaði í studentaskúla í 2010. Her gekk satt at siga ikki eftir vild. Eftir hálvtannað ár gavst hann. Tá hevði 03 í støddfrøði og helt, at hann bara ikki hevði evnini at skilja støddfrøði. Hann bilti sær sjálvum inn, at hann ikki dugdi.
Tór teknaði og dagdroymdi nógv. Hann helt, at hann kanska var kreativur og ikki hevði matematisk evni. Hann hevði tó eitt ynski um at skilja støddfrøði. Hann helt, at fólk við matematiskum evnum høvdu eitt djúpri forstáilsi av heiminum rundan um okkum.
Í fleiri ár plágaist Tór av tunglyndi, sum, tá ið samanum kom, menti seg til eina psykosu. Hann fekk góða hjálp á psykiatriska deplinum og í 2015 fekk hann staðfest eitt milt slag av autismu. Fyrsta sjúkueyðkennið var málið. Tór hevði trupult við máli og mállæru – serliga bendingum og føllum.
Við hesi diagnosuni byrjaði Tór at leggja lívið um. Hann byrjaði at skilja síni egnu mørk og at hann ikki kundi livað heilt sum javnaldrarnir. Áður hevði hann speglað seg sjálvan í øðrum og roynt at vera sum onnur.
Tór setti sær fyri, at hann gjarna vildi blíva til nakað. Eisini fyri sonin, sum hann gjørdist pápi at í 2012. Hann byrjaði at seta egin mørk og at gera nakað fyri at fáa tað betri. Við at vera meira skipaður, at meditera og hava sunnar vanar – ganga meira, eta sunnari, fáa góðan svøvn – hevur Tór vent skútuni, so at siga. Eisini setti hann seg niður at læra seg at rokna.
Tór byrjaði í autismuflokkinum á Glasi í 2017. Hetta er eitt sertilboð, har næmingar við autismu taka miðnámsprógv yvir fýra ár. Høvuðsmunurin millum vanliga gymnasiala miðnámið og autismuflokkin er, at , at færri næmingar eru í flokkinum, og meira tíð er til einstaka næmingin.
Hetta hevur riggað væl, heldur Tór. Tað mugu vit geva honum rætt í. Frá 03 til heiðursbræv fyri serstakliga gott avrik í stórari støddfrøðikapping er langur vegur. Hetta lopið er bæði hjartanemandi og kveikjandi – og alla æruna eigur Tór, sum ætlar sær at lesa alisfrøði í Keypmannahavn, tá hann er liðugur á Glasi.
Kelda: glasir.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Flemming Møller Mortensen, danskur ráðharri við norðurlendskum samstarvi, stuðlar føroyska ynskinum um ein styrktan føroyskan leiklut í Norðurlandaráðnum, og letur upp fyri, at føroyingar fáa størri rásarúm innan fyri núverandi karmar. Nú eiga vit at vísa initiativ og byrja at gjalda fyri okkara egnu umboðan, heldur Edmund Joensen
Edmund Joensen sendi herfyri ein §20-spurning til ráðharra við norðurlendskum samstarvi, Flemming Møller Mortensen, har hann spurdi ráðharran, um hann stuðlar føroyska ynskinum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Ráðharrin vísir á í svarinum, at danska stjórnin stuðlar eini menning av einum styrktum føroyskum leikluti í arbeiðnum, og at stjórnin letur upp fyri einum størri rásarúmi hjá føroyingum í Norðurlandaráðnum. Føroyski leikluturin í Norðurlandaráðnum skal virka innan fyri núverandi karmarnar, vísir ráðharrin á.
- Tað sigur seg sjálvt, at ein og hvør avgerð um altjóða føroyskan limaskap skal takast innan fyri rammurnar av okkara felags grundlóg, og vit halda, at hyggjast skal at Helsingfors-avtaluni, sum er nuverandi karmur um norðurlendska samstarvið. Ein loysn eigur at verða funnin hesum viðvíkjandi, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Edmund Joensen vísir á, at umframt stabilitet, eina rødd í norðurlendskum høpi og eitt ment samstarv, hevur Norðurlandaráðið givið Føroyum nógv - serliga á mentanarøkinum har vit millum annað fingu Norðurlandahusið í síni tíð.
Eitt næsta stig hjá føroyingum eigur tí at vera at byrja at gjalda fyri okkara egnu umboðan.
- Tíðin er komin til at gjalda fyri okkara egnu umboðan, og á tann hátt vísa álvaran til ynskið um fullgildan limaskap og okkara vilja til arbeiðið í Norðurlandaráðnum, samstundis sum vit gleðast um, at danska stjórnin letur upp fyri størri rásarúmi, og stuðlar eini menning av tí føroyska leiklutinum í hesum samstarvi, sigur hann.
Helsingfors-avtalan myndar rammurnar fyri norðurlendska samstarvið, og hon varð gjørd í 1962. Avtalan er fleiri ferðir broytt síðani tá, seinast í 1996.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Undanfarna fríggjadag hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sín fyrsta fund í Vakstrarforum, ið er ein arbeiðsbólkur, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum
Á fundinum umrøddi Vakstrarforum, hvørji høvuðsøki í samfelagnum eru mest uppløgd at arbeiða meira nágreiniliga við, og sum harvið skulu raðfestast politiskt.
Ein niðurstøða av fundinum var, at Vakstrarforum beinanvegin eigur at arbeiða við havinum sum vakstrarøki. Vakstrarforum er samt um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen var eina løtu gestur á fundinum gjøgnum video. Hann greiddi frá sínum royndum við at leiða ymisk forum.
– Føroyar skulu fyrireika seg til framtíðina. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Vælferðin kemur ikki av sær sjálvari. Tí havi eg sett eitt vakstrarforum á stovn, ið skal seta nøkur ýti. Við hesum stinga vit út í kortið og tryggja vælferðina í framtíðini, segði løgmaður eftir fundin.
Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr.
Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.
Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021
Fekk trý eins á Million Quick skaviseðli keyptur í Havn
Ein føroyingur er blivin millióningur í skava-og-vinn spælinum Million Quick hjá Danske Spil.
Tað boðaði Danske Spil frá hósdagin.
Skava-og-vinn-seðilin varð keyptur fyri 25 krónur á eini Effo støð í Havn.
Viðkomandi skavaði seg fram til trý felt ið vóru eins, og tryggjaði sær sostatt eina millión skattafríar krónur.
Million Quick er eitt av best umtóktu skavi-spølunum hjá Danske Spil. Spælið gevur vinning á triðja hvørjum seðli, verður upplýst.
Tá føroyingar vinna í spølum hjá Danske Spil, kemur tað føroyskum ítrótti og ungdómsarbeiði til góðar, tí pengarnir, sum føroyska ítróttaveddingin, fær frá Danske Spil at útluta víðari, er bundin av hvussu nógv føroyingar spæla og vinna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Tað koyra 145 bilar fleiri gjøgnum Eysturoyartunnilin í miðal um dagin enn gjøgnum Norðoyatunnilin
Hóast prísurin at koyra gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin er rættiliga nógv hægri enn prísurin fyri at koyra gjøgnum hinar báðar gjaldstunnlarnar í landinum, so er ferðslan størst í Eysturoyartunnlinum.
Tunnilsfeløgini hava nú kunngjørt ferðslutølini fyri februar mánað. Hesi síggjast á heimasíðuni tunnil.fo
Uppgerðin er gjørd í miðalferðslu pr. dag. Í februar koyrdu 3.897 bilar í miðal gjøgnum Eysturoyartunnilin. Hetta er væl minni enn í januar, tá tað var ókeypis at koyra teir fyrstu tíggju dagarnar í mánaðinum. Í januar var miðalferðslan 4.684 bilar.
Korona ávirkar ikki Norðoyatunnilin
Ferðslan í Eysturoyartunnlinum var tó ikki nógv størri enn í Norðoyatunnlinum, har miðalferðslan í januar var 3.752 bilar um dagin. Bæði í januar og februar í ár var ferðslan í Norðoyatunnlinum væl størri enn somu mánaðir í teimum fimm árunum frammanundan, og hetta vísir, at koronastøðan als ikki ávirkar ferðsluna gjøgnum Norðoyatunnilin longur.
Ferðslan minkaði heilt nógv í mars og apríl í fjør og nakað í mai. Men í juni og juli var hon hægri enn somu mánaðir í fjør, fyri síðan at minka aftur í august, tá korona rakti á øðrum sinni. Síðan hevur ferðslan verið munandi hægri enn í tilsvarandi mánaðum í árunum frammanundan.
Samlaða ferðslan í 2020 gjøgnum Norðoyatunnilin náddi tó ikki talinum frá 2019, tá 1,31 milliónir bilar koyrdu undir Leirvíksfjørð. Í 2020 var talið 1,28 bilar.
Vágatunnilin koronaraktur
Øðrvísi er við Vágatunnlinum, har ferðslan hesar seinastu 12 mánaðirnar síðan korona brast á, hevur verið munandi lægri enn tilsvarandi mánaðirnar frammanundan – hetta skyldast, at ferðslan til og frá flogvøllinum nú bert er ein brøkpartur av tí hon hevur verið.
Í februar koyrdu 2.054 bilar gjøgnum Vágatunnilin í miðal um dagin, nakað meir enn tað gjørdi í januar.
Tilsamans koyrdu knapt 785.000 bilar gjøgnum Vágatunnilin í 2020 – árið frammanundan var talið 952.000.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Eftir tvær miseydnaðar royndir á økinum, er rætta staðið at ala á funnið. Ringarnir eru fluttir inn á vágna fyri at verja ímóti høgari aldu
Mowi hevur gjørt íløgur fyri 40 milliónir krónur á Sandsvág í ár. Ein nýggjur fóðurflaki er keyptur og kemur í mai mánaði. Umframt tað, hevur Mowi keypt fimm nýggjar 200 metra stórar ringar at ala í.
Hesum boðar Mowi Føroyar frá í tíðindaskrivi.
Tilsamans vera nú átta ringar, sum fara at framleiða góð 4.000 tons av laksi á Sandsvág. Undanfarin ár er íløga gjørd í tríggjar ringar umframt alibát fyri áleið 20 milliónir krónur.
Mowi hevur í fleiri ár kannað økið og hevur gjørt royndir á økinum. Sandsvág er eitt harðbali øki, sum er nógv ávirkað av høgari aldu og streymi. Eftir tvær miseydnaðar royndir á økinum, hevur Mowi funnið rættað staðið at ala á. Ringarnir eru fluttir inn á vágna fyri at verja ímóti høgari aldu. Hetta hevur lukkast, verður sagt.
Fyrsta rættiliga alingin var seinasti árgangur, tá góð 2.000 tons vóru framleidd. Hesin laksurin varð tikin síðsta heyst. Nú er ætlanin at økja til góð 4.000 tons.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Tilboðini at gera nýggjar tunlar norður um Fjall vóru hósdagin latin upp. Articon metir seg klára at gera tunlarnar fyri 373 milliónir, smáar 85 milliónir lægri enn dýrasta tilboðið
Tað er stórur munur á tilboðunum frá teimum trimum fyritøkunum, sum hava bjóðað seg til at gera nýggju tunlarnar Norður um Fjall.
Articon, J&K Petersen og NCC hava latið inn tilboð upp á arbeiðið, sum væntandi fer í gongd í summar.
Articon metir seg klára at gera tunnilin fyri 373 milliónir krónur, J&K Petersen fyri 392 milliónir krónur meðan NCC er væl dýrast við tilboði upp á 458 milliónir krónur.
Hesin partur av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 milliónir krónur, og tá er el-arbeiði ikki við. Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.
Samlaða metingin fyri verkætlanina er 522 milliónir krónur.
Tilboðini sum komu inn, vóru áljóðandi:
Articon: 373.780.332,- kr.
J&K Petersen: 392.176.177,- kr.
NCC: 458.395.020,- kr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Hevur sitið sum nevndarformaður í vaksandi felagnum, ið júst er flutt inn í nýggja høvuðssskrivstovu á Skálatrøð
Globe Tracker boðar frá, at Ólavur Ellefsen er settur sum stjóri. Hann tekur við eftir Jákup Lamhauge, sum hevur verið stjóri síðani 2016.
Jákup Lamhauge heldur fram í felagnum sum strategistjóri við ábyrgd fyri langtíðarverkætlanum. Í leiðsluni eru annars Regin Mittún, fíggjarstjóri, Rich Meyers, rakstrarstjóri, og Don Miller, sølu- og marknaðarstjóri.
Globe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Kundarnir eru størri bingjuflutningsfeløg, og loysnirnar hjá Globe Tracker verða brúktar at minka um matspill, at bøta um gagnnýtsluna av bingjunum, at minka um orkunýtslu og lætta um viðlíkahald.
Í Globe Tracker starvast 45 fólk, harav 17 í Føroyum. Felagið er fyri kortum flutt inn í nýggja høvuðsskrivstovu á Skálatrøð, og ætlaninar eru framhaldandi at vaksa bæði í Føroyum og uttanlands.
Nevndin í felagnum fegnast um góðu gongdina, sum Jákup Lamhauge hevur staðið á odda fyri, og fegnast samstundis um, at tað er eydnast at styrkja leiðsluna við nýggja stjóranum.
Ólavur Ellefsen kemur úr einum starvi sum stjóri í eldratøknifyritøkuni Nemlia, og hevur annars drúgvar royndir sum íverkseti.
Hann hevur – saman við øðrum – millum annað stovnað telefelagið Kall, taraalifyritøkuna Ocean Rainforest, veitaran av lærisimuleringum Simprentis og KT-fyritøkuna Klintra. Hann er eisini stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.
Ólavur Ellefsen hevur verið í nevndini í Globe Tracker síðani 2014, harav nevndarformaður seinastu tvey árini.
Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Undanfarni stjórin Ólavur Ellefsen er blivin stjóri í Globe Tracker. Peer Bentzen byrjar í starvinum beinanvegin
Danin Peer Bentzen er settur sum stjóri í Nemlia. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum síðani í summar hevur verið stjóri í felagnum, men sum nú fer at vera stjóri í Globe Tracker.
Talan er um eina íverksetarafyritøku ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum, sum hava við sær, at tað er ótrygt hjá teimum at vera heima. Við hesum er ætlanin at betra um lívsgóðskuna hjá fólki.
Fyritøkan Nemlia hevur sett sær fyri at finna fram til alskyns nútímans tøkni og seta hana saman til eina skipan, sum kann samskifta við tey avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum. Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt á eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, sum geva starvsfólkum fráboðanir, tá okkurt er á vási. Í næstum fer at bera til hjá privatkundum at ogna sær Nemlia-útgerð. Seinni í ár fer felagið at veita útgerð og tænastur uttanlands, í fyrsta umfari til Norðurlond, men eisini til onnur støð í Europa.
Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Hann hevur í meira enn 20 ár arbeitt hjá stórum altjóða internet- og softwarefyritøkum. Millum annað hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post DHL. Peer hevur verið við til at talgilda hópin av tænastum; millum tær kendastu eru Office 365 (Beta) og E-post. Hann hevur verið ráðgevi og mentor í altjóða íverksetaraumhvørvinum seinastu áratíggju. Pápin og beiggin eru læknar, og tí er tað við serligum eldhuga, at hann nú fer at brúka sínar talgildu førleikar á heilsuøkinum – í Føroyum fyrst og síðani við Nemlia út í heim.
Hann hevur verið í nevndini í Nemlia síðani 2018.
Nemlia heldur til í Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún, og har starvast 7 fólk. Høvuðspartaeigarar eru Varðin, Christian í Grótinum og Framtaksgrunnurin.
Peer Bentzen byrjar beinan vegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Klárt at fara undir at byggja í juni
Týsdagin varð fyrsta flagið til nýggja sambýlið, sum skal byggjast á Mýrini í Hoyvík, loyst. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ið loysti flagið.
- Henda verkætlanin, sum í dag fer av bakkastokki, hevur ein drúgva søgu. Sum øll vita, stóðu tvey sethús her frammanundan, sum var heimið hjá 11 fólkum við menningartarni. Men hesi húsini vóru í ringum standi, og tí valdi man at taka hesi niður og byggja eitt nýtt sambýli, segði landsstýriskvinnan millum annað.
- Hendan verkætlanin byrjaði at álvara í 2017, tá verklagslógin varð løgd fyri Løgtingið. Tá var ætlanin at byggja tveir vardar bústaðir fyri 58 mió. kr. Men tað vísti seg skjótt, at tann kostnaðarmetingin fór ikki at halda. Tí var broytingaruppskot lagt fyri Løgtingið í desember 2020, og samtykti Løgtingið einmælt at byggja sambýlið á Mýrini í januar í ár. Høvuðsprosjektið verður liðugt um ein mánað, og verða arbeiðstøkurnar bodnar út í mai, og klárt at fara undir at byggja í juni.
- Nýggja sambýlið verður til 18 fólk við lættari og tyngri menningartarni, og ymsum førleikum at klára seg sjálvi í dagligdegnum. Hetta hevur man tikið hædd fyri í innrættingini, og tí verða tað fleiri ymiskt bútilboð í nýggja sambýlinum, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur millum annað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Avtala er undirskrivað við arbeiðstakarar, og væntandi verður liðugt móti sumri
Móti sumri kunnu Kaffihúsið Fríða, Norðoya Kunningarstova, 2U, Motus Sport, Madame Vælvera og Vøggan flyta sítt handilsvirksemið í handilshølini við Biskupstorg.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at avtala við arbeiðstakarar, sum skulu standa fyri arbeiðinum, varð undirskrivað mikudagin.
Teir sum luttaka í arbeiðinum eru Rebus, Richard Sørensen, Magni Jacobsen, TTS, Klima og Victor á Lakjuni.
Kostnaðurin er umleið 8,5 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Fólk skulu sleppa at velja, um tey vilja hava lønina á kontu í einum peningastovni ella í almennari kontu, halda tingkvinnurnar Sirið Stenberg og Beinta Løwe
Í vikuni legði Tjóðveldi uppskot fyri tingið um at fólk skulu kunna hava eina almenna lønarkontu og harvið sleppa undan gjøldunum hjá bankunum.
Nú peningastovnarnir eru farnir at taka gjøld fyri nærum allar tænastur og harumframt eru farnir at taka negativa rentu fyri innistandandi mugu fólk hava aðrar møgulleikar at velja í, halda tær báðar tingkvinnurnar, Sirið Stenberg og Beinta Løwe, og tí fara tær at leggja hetta uppskotið fram.
Sambært uppskotinum skulu fólk sjálvi kunna velja, um tey vilja hava sína løn inn á kontu í peningastovnunum ella í almennari lønarkontu, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
– Peningastovnar skulu tjena pengar, men fólk mugu hava valmøgulleikan, at fáa lønina uttanum peningastovnarnar, siga tær báðar tingkvinnurnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Uppskot til samtyktar lagt fyri tingið hvørt foreldur, sum missa eitt barn, skulu fáa loyvi til at fara í sorgarfarloyvi
Nú skal tingið atkvøða um, hvørt foreldur, sum missa eitt barn (18 ár ella yngri), skulu fáa loyvi til at fara í sorgarfarloyvi. Djóni Nolsøe Joensen hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið.
Í Føroyum hava vit eina góða barsilsskipan, sum ger tað møguligt at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa eitt barn. Doyr barn í móðurlívi ella er deyðføtt, hevur tú somu rættindi, sum var tað livandi. Men doyr barnið seinni, hava foreldur eingi lógartryggjað rættindi til farloyvi.
- Foreldur, sum eru í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, handfara støðuna ymiskt. Summi hava tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á fráveru frá arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey kunnu vera heima og syrgja í eina tíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa børn, sum eru 18 ár ella ynfri.
Í dag kunnu foreldur, sum missa eitt barn, verða loftað av ymiskum skipanum so sum dagpeningaskipanini. Tey kunnu eisini vera vard av sáttmálum og lógum so sum Starvsmannalógini ella Lóg um almannatrygd og tænastur, um tey annars uppfylla krøvini til uppihaldsveiting. Krøvini til at fáa fyribils uppihaldsveiting eftir Lóg um almannatrygd og tænastur eru m.a. at hvørki viðkomandi, sum søkir, ella hjúnafelagin skal hava inntøku av týdningi ella eiga ogn av týdningi, ið kann nýtast til at nøkta fíggjarliga tørvin.
Men fyri at verða loftað/ur av omanfyristandandi fyriskipanum, skal kommunulækni fyrst meta um, hvørt viðkomandi er so illa fyri, at tað er grundarlag fyri sjúkramelding. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara eisini avgerandi.
Tað eru sostatt ikki øll, sum missa eitt barn, ið hava rætt til fyribils uppihaldsveiting, um tey hava tørv á at fara av arbeiðsmarknaðinum at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Verða tey sjúkrameldað og fevnd av sáttmálum ella skipanum, skulu tey til fleiri ymiskar stovnar, útfylla fleiri skjøl og harafturat endurtaka mannagongdirnar upp til fleiri ferðir, um tørvur er á at leingja fráveruna.
Í Danmark varð sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa eitt barn, sett í gildi 1. januar 2021. Við hesum fingu øll foreldur, sum fáa deyðføtt barn ella missa barn, áðrenn tað er fylt 18 ár, rætt til fráveru av arbeiðsmarknaðinum í 26 vikur við barsilspeningi.
- Endamálið við hesum uppskotinum er at tryggja foreldrum í Føroyum somu rættindini. Soleiðis verða øll foreldur, óansæð hjúnastøðu ella fíggjarstøðu annars, tryggjað rætt til sorgarfarloyvi í sambandi við miss av barni, sum er 18 ár ella yngri. Harafturat verður tað munandi smidligari og minni pappírsarbeiði hjá foreldrunum í einum tíðarskeiði, sum frammanundan helst er merkt av sorg og manglandi orku, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Uppskotssetarin heldur, at tíðin er komin til, at foreldur, ið missa børn, fáa lógartryggjaðan rætt til at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Við hesum verður tað eins natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit missa eitt barn, sum tað er at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at bjóða øki norðan fyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, at gera øki í Syðrugøtu klárt, og at arbeiða víðari við at finna økir til íbúðarbygging í Leirvík
Í Eysturkommunu er eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum stórur, og tí hevur býráðið í kommununi sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbyggingina fyri at fáa fleiri bústaðir.
Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið í Eysturkommunu at bjóða økið norðan fyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging, og á seinasta býráðsfundi 25. februar samtykti býráðið eisini at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging.
Talan er um matrikul 72f í Norðragøtu og matrikul 215a í Syðrugøtu á ávikavist 7.000 og 5.000 fermetrar. Í báðum førum skal økið fyrst marknaðumskipast áðrenn tað kann bjóðast út. Økið í Syðrugøtu liggur í einum B1 øki, sum sambært byggisamtyktini fyri Eysturkommunu er ætlað til “alternativa íbúðarbygging”. Partur av matriklinum liggur tó í frílendi, og tí skal matrikulin deilast upp, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Eisini hevur býráðið samtykt at arbeiða víðari við at finna økir til íbúðarbygging í Leirvík.
Nógvar fyritøkur hava eisini víst áhuga fyri at byggja íbúðir í Eysturkommunu, har fólkatalið seinasta árið er vaksið við 62 íbúgvum.
Fólkatalið í kommununi er vaksið støðugt seinastu árini. Í 2015 fór íbúgvatalið upp um 2.000 íbúgvar, og 1. januar 2021 búðu 2.214 íbúgvar í Eysturkommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Svenska fyritøkan, sum framleiðis sjóvarfalsorku í samstarvi við Sev, setir gongd á framleiðsluna aftur
Svenska orkufyritøkan Minesto heldur fram við sínum virksemi í Vestmannasundi í samstarvi við Sev.
Felagið boðar frá á heimasíðu síni, at útgerð, skip og starvsfólk nú eru til reiðar at seta gongd á framleiðsluna aftur.
- Vit síggja fram til at seta ferð á framleiðsluna av sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, sigur stjórin fyri Minesto, Martin Edlund í tíðindaskrivi í dag.
- Minesto miðsavnar seg nú um at økja um framleiðsluna og fáa meira burtur úr henni. Tað gongur fram við at menna eina eind á 10 megaWatt í samstarvi við Sev, og hetta hevur týdning fyri at skipanin skal kunna loysa seg í longdini, leggur hann afturat.
Minestu arbeiðir eisini saman við flokkingarfyritøkuni DNV (Det Norske Veritas, -red.) so skipanin kann fáa altjóða góðkenningar til slíkt virksemi, kallað DG100. Fyrsti partur av hesum arbeiði er komið á mál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Hetta er longsti sjókaðal, sum er lagdur út til fóðurflakar í Føroyum
JT electric hevur lagt ein 5,6 kilometra langan streymkaðal út til aliøkið hjá Bakkafrost í Haraldssundi. Talan er um longsta sjókaðal, sum er lagdur út til fóðurflakar í Føroyum.
Nýggi landstreymskaðalin er partur av ætlanini hjá Bakkafrost um at leggja um frá olju til meira grøna orku. Flestu fóðurflakar hjá Bakkafrost brúka nú landstreym, og teir seinastu verða lagdir út komandi tíðina. JT electric á Kambsdali hevur staðið fyri at projektera og útføra tær flestu verkætlanirnar við landstreymi til aliøkir í Føroyum.
– Málið er at minka um okkara CO2 útlát við 50 prosentum innan 2030, sigur Jón Purkhús, leiðari fyri aliøki Norður hjá Bakkafrost. Við at leggja landstreym út til fóðurflakarnar, minka vit um oljunýtsluna og harvið útlátið frá okkara aliøkjum.
Kaðalin er ein sergjørdur sjókaðal við fipur í, sum JT electric hevur ment saman við einum kaðalveitara. Við at leggja fipur út til aliøkið saman við streymføringini er altíð skjótt og trygt samband við útgerðina umborð á fóðurflakanum, sum verður stýrd frá landi.
– Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, sigur Leivur Hansen, rakstrarleiðari hjá JT electric. Við einum so langum kaðali var neyðugt at nýta háspenning út til flakan. Tað er ikki vanligt, at feløg fáa loyvi til at arbeiða við arbeiða við háspenningi, men við góðum samstarvi við SEV megnaðu vit at loysa hesa uppgávuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Í vikuni kom Nordvåg, gamli Blikur hjá Skipafelagnum, á Runavík
Mikudagin kom Nordvåg, gamli Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar, á Runavík.
- Vit koma úr Norra við 2000 tonsum av salti, sum bæði er í smáum og stórum sekkjum. Tað fer alt upp á land her í Runavík. Síðani skulu vit til Havnar eftir salti, sum skal til Íslands.
Tað segði, skiparin, Hans Andrias, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð – í koronufrástøðu.
- Í Íslandi skulu vit síðani lasta skipið fult av fiskaslógvi og fiski. Fiskaslógvið skal til Thyborøn í Danmark, og fiskurin til Klaipeda í Litava, segði Hans Andrias.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Arbeiðið byrjaði undan ársskiftinum, og verður ætlandi liðugt í mai mánað – aftur at bátaskúrunum er eisini ætlan at gera fiskasølutorg á staðnum
Vestmanna Kommuna hevur javnan fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin.
Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast til alment vesi.
3. juni 2020 boðaði kommunan frá ætlanini á heimasíðuni og á facebooksíðuni og lýsti eftir áhugaðum. 22 umsóknir komu inn, men tá samanum kom, vóru 9 umsóknir ítøkiligar, tvs. at 10 skúrar skuldu gerast, tá vesi-skúrururin verður taldur við.
Lutakast var um, hvør skuldi hava hvønn skúr, og avtala varð gjørd við arbeiðstakarar um at gera skúrarnar. Arbeiðið byrjaði undan ársskiftinum og verður ætlandi liðugt í mai mánað.
Aftur at bátaskúrunum er eisini ætlanin at gera fiskasølutorg á staðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Brævið frá KFUM & KFUK skótunum í Klaksvík varð skrivað 17. januar 2000, og í vikuni varð tað endiliga funnið av einari hetlendskari kvinnu
Sunnudagin fann Megan Keppie úr Gulberwick í Hetlandi ein fløskupost á sandinum.
Dagfestingin á brævinum var 17. januar 2000, og hon varð noydd at leita sær hjálp á Facebook fyri at týða tað, sum stóð, tí fløskuposturin kom úr Klaksvík.
Brævið var frá Finn Johannesen og KFUM & KFUK skótunum í Klaksvík, ið sendu tað út fyri 21 árum síðani.
Miðilin Shetland News skrivar, at Megan Keppie fann fram til skótarnar á Facebook, og setti seg í sambandi við teir, og hjálptu teir henni við at fáa samband við Finn, sum ikki býr í Klaksvík longur.
Megan Keppie sigur við Shetland News, at hon vanliga ongantíð gevur fløskum ans, tá tær skola upp á sandin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Barbara Fishhouse leggur dent á at gagnnýta uppsjóvartilfeingið eisini
Í ár var aftur møguleiki hjá føroyskum uppsjóvarskipum at fiska lodnu í íslendskum sjógvi.
Og henda gávan kann nú eisini upplivast á borðiskinum. Tað er Føroya einasta fiskamatstova, Barbara Fishhouse í Gongini, sum hevur skaffað lodnu frá Pelagos í Fuglafirði at borðreiða við.
Barbara er nýliga latin uppaftur eftir ein vetrar- og koronastøðg, og hesaferð er tað undir leiðslu av kokkinum Teiti Christensen, sum áður hevur staðið fyri køkinum í Fútastovu.
Ein av broytingunum á matarlepanum er ein rættur við lodnu. Hugburðurin er, at uppsjóvarfiskurin, sum er so týðandi í føroyskari fiskivinnu og útflutningi, eisini skal upplivast á matstovuni.
Rætturin við lodnu, er ein ‘escabeche’, sum indiski kokkurin Norman Savio da Souza sæst við á myndini.
Savio, sum kokkurin úr Goa vanliga verður nevndur, hevur starvast á Barbaru í trý ár. Hann er bergtikin av føroyskum fiski og skeljadjórum.
Escabeche er heitið á einum fiskarætti frá teimum latínsku londunum. Fiskurin verður vanliga djúpstoktur og síðan marineraður ella súrgaður og borðreiddur kaldur saman við grønmeti og kryddurtum.
Seinni í mánaðinum fer Barbara Fishhouse aftur at skipa fyri føroyabankadøgum har serligur dentur verður lagdur á bankatoskin, sum havrannsóknarskipið Jákup Sverri væntandi fær á síni næstu yvirlitstroling á Føroyabanka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Østrøm viðkar um virksemið, og handilin er nú latin upp í dagførdum líki
Østrøm víðkar um virksemið nú ovara hæddin, sum fyrr hevur verið útleigað til ymisk tiltøk, gerst partur av handlinum við føroyskari sniðgávu.
Dagførdu hølini fara at rúma einum fjølbroyttum úrvali av føroyskari klædnasniðgávu. Føroysku klædnamerkini eru Durita Thomsen, Einstakt, Elisa Heinesen, Klevang, Rebekka á Fjallinum, og Steinum Men.
Týsdagin lat Østrøm upp í nýggju útgávuni.
– Korona støðan hevur havt stóra ávirkan á okkara virksemi, men vit hava brúkt stillu tíðina til at menna nýggja konseptið, ið nú gerst veruleiki. Vit vóna, at føroyingar taka líka væl ímóti nýggja handlinum, sum teir gjørdu, tá vit fyrstu ferð lótu dyrnar upp fyri níggju árum síðani, sigur Hans Juul Hansen, ið eigur Østrøm handilin.
Hjá Østrøm fæst føroysk sniðgáva frá umleið 30 ymiskum sniðgevum. Betraðu umstøðurnar geva pláss fyri enn fleiri føroyskum sniðgevum og tað fer at merkjast komandi tíðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Væleydnað frumframførsla í Sjónleikarhúsinum farna leygarkvøld
Fagnaðurin var stórur, tá teppið fyri seinastu ferð varð drigið til sjónleinin “Gentan úr Maxim”, sum var frumframførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn farna leygarkvøld.
Hetta var fyrsta pallsetingin hjá nýggja leikbólkinum Brestir, sum stendur fyri uppsetingini saman við Havnar Sjónleikarfelagi.
Leikararnir eru fyri stóran part nakrir av teimum somu, sum spældu við í “Jørundi Hundadagakongi”, ið varð spældur í Sjónleikarhúsinum fyri nøkrum árum síðani.
“Gentan úr Maxim” er ein kommedia ella farsa av góða gamla slagnum. Gongur fyri seg millum fínara slagið í Paris móti endanum av 1800-talinum.
Eitt kvøld í býnum har høvuðspersónurin, ein lækni, kemur í hóslag við eina av lættlivandi gentunum í parisiska náttarlívinum, endar í einum reinum hurlivasa av misskiljingum og samanblandingum, sum eftir stóran dramatikk endar nøkulunda væl til endans í leikinum.
So hvørt sum handlingin verður drigin longur og longur út, gerast misskiljingarnar størri, og tað gerst bara stuttligari og margháttligari.
Leikurin er drúgvur – við tveimum støðgum tekur tað nærum tríggjar klokkutímar, áðrenn allar misskiljingarnar í parisiska doktaraheiminum eru komnar nøkulunda upp á pláss aftur, og teppið verður drigið fyri seinastu ferð.
Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Bæði dómsnevnd og áskoðarar vóru samd um, at "Handanland" hjá Barbaru Lervig var besti stuttfilmurin í ár, tá Geytin 2021 var á skránni í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið
Farna leygarkvøld var ársins handan av Geytaviðurslønini á skránni, og sum nakað nýtt bar til at fylgja beinleiðis við í sjónvarpinum.
Eins og undanfarin ár, skuldu tvær virðislønir latast – Geytin og Áskoðaravirðislønin. Tann fyrra virðislønin á 35.000 krónur varð latin av Runavíkar kommunu, og tann seinna á 25.000 krónur varð latin av Tórshavnar kommunu.
Í kvøld var ein vinnari so heppin at fara av stað við báðum virðislønum við einum samlaðum virði á 60.000 krónur. Talan var um Barbaru Lervig, leikstjórin handan filmin "Handanland".
Dómsnevndin segði soleiðis í grundgeving sínari:
– Vinnarin av Geytanum 2021 hevur megnað at hugtikið og vakt virðing hjá dómsnevndini við einum ambitiøsum og inniligum stuttfilmi. Tá talan harafturat er um fyrsta veruliga filmsavrikið hjá leikstjóranum, er tað eisini sera djarvt av leikstjórinum at fara í holt við viðgera nakrar so tungar og álvarsamar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum.
– Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøguvendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni serstaku rødd at geva frásøguni ein frískan og persónliga dám. Og tað er ikki smávegis.
– Hetta hevur, sum sagt, hugtikið og vakt virðing hjá limunum í dómsnevdini, og dómsnevndin vil somuleiðis viðurkenna hetta djarva lopið inn í filmsheimin við Geyta virðislønini. Framtíðin hjá hesum leikstjóra er spennandi og vóngevandi - og somuleiðis framtíðin hjá hesum nýggja ættarliði av føroyskum filmsfólkum.
– Eg hevði virkuliga ikki væntað hetta, segði ein ovurfegin leikstjóri, tá hon tók ímóti Geytanum.
Teir níggju filmarnir, sum dómsnevndin hevði valt at sýna til ársins Geytakvøld vóru hesir:
PERLAN – Terji Mohr
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen
HANDANLAND - Barbara Lervig
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen
KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini
KALL – Nóllywood
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2021
Stuðulin, sum Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur latið, hevur til endamáls at seta gongd aftur í tónleikvinnuna
Korona hevur rakt tónleikarar meint. Tí fáa tónleikarar, sum spæla í Reinsarínum í Havn, eina hjálpandi hond frá Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, sum hevur játtað 100.000 krónur til konsertir á Reinsarínum, so tónleikararnir aftur kunnu taka ljóðførini fram og spæla konsertir í miðbýnum í høvuðsstaðnum.
Hesin stuðulin verður latin fyri at seta gongd aftur í tónleikavinnuna, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini.
Korona hevur ávirkað allan livandi tónleik í kommununi í eitt samfult ár, og hetta hava tónleikarar og onnur í vinnuni merkt sviðan av. Á Reinsarínum hava tey bert loyvt 70 áhoyrarum til konsertir, og tað gevur ikki fíggjarligt grundarlag at gjalda tónleikarum ordiliga løn fyri arbeiðið. Tær 100.000 krónurnar, sum Mentamálanevndin nú hevur játtað, fara til at fáa fleiri konsertir á skrá komandi mánaðirnar, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
- Vit valdu í sínari tíð at umvæla Reinsaríið til frama fyri tónleikin og mentanina í býnum. So henda játtanin sampakkar væl við uppruna tankan um at fáa lív í býin, sigur Annfinn Brekkstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Á kortlagnum við jarðføstum fornminnum, eru millum annað fyrndarbýlingar og toftir úr víkingatíð og miðøld – fleiri fornminni eru ávegis inn á kortlagið, eitt nú krígsminni frá seinna heimsbardaga
Jarðføst fornminni og friðaðir bygningar eru nú eisini at finna sum løg á kortalinum hjá Umhvørvisstovuni www.kortal.fo. Kortløg eru staðsettar dátur, sum kunnu leggjast á eitt bakgrundskort, eitt nú føroyakort. Onnur kortløg eru yvir adressur, matriklar, staðarnøvn o.a.
Á kortlagnum við jarðføstum fornminnum, eru millum annað fyrndarbýlingar og toftir úr víkingatíð og miðøld. Eisini eru yngri toftir, eitt nú vakhús, ið m.a. vórðu nýtt tá sjórænarar herjaðu í Føroyum. Á kortlagnum við friðaðum bygningum eru friðaðu kirkjurnar, handilshús, sethús, gróthús, myllur og aðrir bygningar.
Fleiri fornminni eru ávegis inn á kortlagið, eitt nú krígsminni frá seinna heimsbardaga. Miðað verður eftir at ein nágreinilig lendisskráseting av øllum Føroyum verður gjørd, so øll fornminni verða skrásett á kortið so hvørt.
Kortlagið yvir fornminni í Føroyum er ikki endaligt, men livandi, tí tað leggjast fornminni afturat, so hvørt tað undir grevstrararbeiði verður komið fram á fornminni, tá lendisskrásetingar verða gjørdar og tá bygningar verða friðaðir.
Endamálið við at leggja kortløg við fornminnum á kortal.fo, er at upplýsa byggimyndugleikar og onnur um, hvar jarðføst fornminni eru staðfest og hvørjir bygningar eru friðaðir. Við kortløgum á kortal.fo verða fornminnini meiri sjónlig og kunnu tí verða betri vard.
Tað er Tjóðsavnið, sum hevur antikvariska umsiting av friðaðum fornminnum og bygningum, og sum umsitur kortløgini um fornminni á kortalinum. Kortløgini eru vegleiðandi og nærri upplýsingar um fornminni og friðaðar bygningarnar og umliggjandi øki fást við at venda sær til Tjóðsavnið.
Tjóðsavnið heitir á fólk um at boða frá, um tey eru varug við fornminni, ið eru í vanda fyri at verða skalað, eins og Tjóðsavnið fegið tekur ímóti rættingum og ískoytum til kortløgini frá staðkendum og áhugaðum fólki. Fráboðanir skulu sendast til [email protected].
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
8. mars, altjóða kvinnudagin, gevur Posta út frímerki Andreu Árting til heiðurs
Mánadagin, 8. mars, er altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi gevur Posta út nýtt frímerki við mynd av Andreu Árting.
Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í árunum 1937 – 1977 – í samfull 40 ár.
Hon var ein slóðbrótari á so mongum økjum og skipaði m.a. fyri fyrsta kvinnuróðrinum á Ólavsøku í 1918. Sum eitt av sínum seinastu avrikum, var hon við til arbeiðsmarknaðarsamráðingarnar í 1977. Undir hesum beinhørðu samráðingum við tá 85 ára gamla framherjanum á odda, gingu arbeiðsgevararnir umsíðir við til kravið um, at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði. Broytingin varð stigvíst sett í verk í árunum fram til 1981.
Í sambandi við frímerkjaútgávuna skipar Posta eisini fyri móttøku í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag á Bøgøtu 10 í Havn. Á móttøkuni, sum byrjar klokkan 15, fer Karin Kjølbro at siga nøkur orð um Andreu Árting.
Høvi verður eisini til at ogna sær frímerkini og snøggu plakatina, sum Posta hevur givið út í sambandi við frímerkjaútgávuna.
Tað er Anker Eli Petersen, sum hevur sniðgivið frímerkið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Turið Sigurðardóttir og Sprotin savna føroysku kvinnustríðssangirnar
Mánadagin er 8. mars og harvið eisini altjóða kvinnustríðsdagurin. Og nú ber til at tríva í nakrar av kvinnustríðssangunum, sum eru yrktir á føroyskum ella týddir til føroyskt.
Tað er Turið Sigurðardóttir, sum hevur savnað teir kendastu sangirnar í eini nýggjari bók, sum Sprotin nú gevur út. Heitið á bókini er ‘Kvinnustríðssangir’.
Í 1970’unum kom kvinnurørslan fyri seg, og árið 1975 varð Sameindu Tjóðum lýst sum kvinnuár. Í hesum sambandi kundu føroyskar kvinnur staðfesta, at allir sangirnir í Songbók Føroya fólks vóru um mannfólk.
Tær fóru at týða, yrkja og umyrkja. Men so leið tíðin, rørslan fánaði, og sangirnir fullu í gloymsku, men nú eru teir aftur til taks.
Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.
Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.
- Sangirnir vórðu sungnir og ljósprentaðir. So leið tíðin, sangirnir fullu í gloymsku, og tað varð ringari at fáa fatur á teimum. Við hesum hefti er eitt úrval av kvinnusangum til taks. Vónandi vekja teir eitt smíl og góð minni hjá nógvum, meðan tær ungu, sum ikki hava upplivað kvinnurørsluna, tí hon hevur ligið í einum aldudali, meðan tær eru vaksnar upp, hava her høvi at kunna seg við sangirnar og fáa eina fatan av hesum partinum av kvinnusøguni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Higartil hevur annars verið mælt frá at brúka hesa koppsetingina til borgarar yvir 65 ár, men nýggjar upplýsingar úr Stórabretlandi vísa, at koppingarevnið kann gera stóran mun
Í februar vóru boðini frá danska heilsustýrinum, at mann ikki eigur at koppseta borgarar, sum eru eldri enn 65 ár við koppingarevninum hjá AstraZeneca, men nú verður boðað frá, at hetta tilmælið er broytt.
Danska heilsustýrið mælir nú til eisini at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca til at koppseta eldri borgarar, samstundis sum mælt verður til at geva seinnu koppseting tríggjar mánaðir eftir fyrru koppseting.
Upprunaliga orsøkin til, at mælt varð frá at koppseta borgarar eldri enn 65 við koppingarevninum hjá AstraZeneca var, at mann ikki hevði nóg mikið av kunning um, hvussu evnið riggaði hjá eldri borgarum. Men nú vísa upplýsingar úr Stórabretlandi, at vandin fyri at verða innlagdur við covid-19 minkar við 80 prosentum hjá borgarum eldri enn 80 ár, og tí verður tilmælið broytt.
Kanningar vísa eisini, at koppingarevnið riggar betri, um longri tíð gongur millum fyrru og seinnu koppseting, og hetta ger tað eisini møguligt at koppseta fleiri borgarar skjótari, skrivar Politiken.
Tað var longu miðskeiðis í februar, at Heimsheilsustovnurin WHO segði, at koppingarevnið hjá AstraZeneca eisini kundi brúkast til eldri borgarar.
Mánadagin var Frakland tað fyrsta ES-landið at góðkenna koppingarevnið til borgarar millum 65 og 75 ár, Týskland gjørdi tað sama í gjár, og nú er ein líkandi fráboðan komin úr Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2021
Gløðandi groyti úr undirgrundini treingir seg upp móti jarðarskorpuni nærhendis fjallið Keilir – møguligt er at fylgja við live
Í Íslandi eru tey ikki longur í iva um, at allar ristingarnar, sum hava verið á Reykjarnesi í ein útsynning úr Reykjavík, nú fer at enda við einum gosi.
Tað boðaði íslendska veðurstovan frá seinnapartin í mikudagin.
Fleiri túsund minni skjálvtar vórðu máldir í økinum nærhendis fjallinum Keilir og Litli Hrútur í gjár, og nú verður eisini máldur ein sokallaður pulsur, sum er greitt tekin um, at groyti er við at treingja seg upp til jarðarskorpuna, boðaði veðurstovan frá í gjár.
Tað skal tí vera so gott sum vist, at hetta fer at enda við einum gosi, men enn er óvist hvussu stórt og umfatandi tað verður. Neyvan so ógvusligt, at tað fer at órógva altjóða flogferðsluna, sum tá Eyjafjallajøkull goysti, men helst verður flogferðslan til og úr Íslandi órógvað, tí økið har tað væntandi fer at goysa liggur rættiliga tætt við altjóða flogvøllin í Keflavík.
Almenningurin hevur høvi at síggja, tá tað hendir. Upptøkutól eru sett upp, sum peika móti Keilir:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Talan er um vestasta punkt í Íslandi – og eisini Evropa
Týsdagin var endaliga friðingin av Látrabjarg vestast í Vestfirðum í útnyðringspartinum av Íslandi staðfest.
Látrabjørgini eru 14 kilometrar til longdar. Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa hesi bjørg, sum eru vestasta punkt í Evropa og í Íslandi, friðað, skrivar Morgunblaðið.
Talan er um eitt av mest týðandi fuglabjørgum í Evropa. Bergið er 441 metrar høgt, har tað er hægst. Bjørgini hava stóran týdning fyri íslendska lundastovnin, og eru eisini heimstað fyri helmingunum av øllum álkum í Íslandi, skrivar blaðið.
Tað hevur tikið tíggju ár at fáa friðingina upp á pláss við drúgvum samráðingum millum myndugleikar og jarðeigararnar.
Friðingin av bjørgunum hevur stóran týdning fyri møguleikan at skipa viðurskiftini á staðnum, vísir íslendski ráðharrin fyri umhvørvi og náttúrutilfeingi, Guðmundur Ingi Guðbrandsson á.
- Nú verður møguligt at skipa viðurskiftini her til gagns fyri allar partar. Bæði tey, sum liva her – fuglarnar – og tey, sum fegin vilja vitja her – ferðafólkini, sigur ráðharrin.
Fólk her í økinum hava røkt bjørgini síðan landnám, og friðingin letur upp fyri møguleikanum at síga eftir eggum í bjørgunum, eins og tey hava gjørt har í túsund ár, verður sagt.
Friðingin stýrir ikki bert gongdini uppi á landi, men eisini ferðsluni á sjónum, tí friðingin røkkur nakað út á sjógv, skrivar Morgunblaðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Dømdur saman við sakførara sínum fyri at hava mutrað ein dómara
Fyrrverandi forsetin í Fraklandi, Nicholas Sarkozy, varð mánadagin dømdur trý ára fongul, herav tvey ár treytað, fyri at hava mutrað ein dómara.
65 ára gamli Sarkozy, sum var forsleti Fraklands frá 2007 gil 2012, var saman við sakførara sínum, Thierry Herzog, ákærdur fyri at hava roynt at mutra dómaran, Gilbert Azibert, í 2014. Eisini Azibert er ákærdur.
Sarkozy er dømdur fyri at hava lovað dómaranum eitt gott starv í Monaco aftur fyri upplýsingar í sonevnda Bettencourt-málinum.
Tað snýr seg um, hvørt Sarkozy í 2007 tók ímóti hjálp til forsetavalstríðið á ólógligan hátt móti ovurríku vinnulívskvinnuni, Liliane Bettencourt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Tað var Mohammad bin Salman, sum gav boð um, at tíðindamaðurin Jamal Khashoggi skuldi drepast, vísir frágreiðing, sum Hvítu Húsini hava almannakunngjørt
Tað var saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammad bin Salman, sum góðkendi eina ætlan um at fanga ella drepa tíðindamannin, Jamal Khashoggi, og mest sannlíkt hevur hann eisini givið boðini um at fremja sjálvt drápið.
Tað framgongur í einari frágreiðing frá amerikonsku fregnartænastuni, sum Hvítu Húsini almannakunngjørdu í undanfarnu viku.
Krúnprinsurin hevur stóra ávirkan í Saudiarabia, og tí er tað sera ósannlíkt, at drápið skuldi verið framt, uttan góðkenning frá honum, eisini tí at krúnprinsurin tekur undir við brúk av harðskapi fyri at fáa kritikkarar í útlondum at tiga, framgongur eisini.
Jamal Khashoggi var saudiarabiskur ríkisborgari, ið var búsitandi í USA. Hann var sera atfinningarsamur móti saudiarabiska krúnprinsinum og konginum, og tað kom m.a. fram í Washington Post, har hann var fastur viðmerkjari.
Khashoggi varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í turkiska stórbýnum Istanbul í oktober 2018. Hann skuldi inn á konsulátið eftir nøkrum skjølum í sambandi við komandi vígsluna hjá honum og unnustuni Hatice Cengiz.
Unnustan bíðaði uttanfyri, meðan drápsmenninir bíðaðu eftir honum inni á konsulátinum. Sambært turkisku fregnartænastuni varð Khashoggi kvaldur og síðani skorin í petti.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump noktaði annars at almannakunngera frágreiðingina, sum Hvítu Húsini nú hava lagt fram.
Saudiarabiska stýrið hevur víst aftur, at 35 ára gamli krúnprinsurin, sum í roynd og veru er landsins leiðari, skal hava havt nakað samband við drápið á Khashoggi.
Sambært Ritzau hevur amerikanski forsetin, Joe Biden í vikuni tosað í telefon við 85 ára gamla Salman kong í Saudiarabia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
Tey sum hyggja eftir fótbólti á Viaplay skulu nú djúpt niður í lumman. Haldið hækkar við 110 krónum
Frá 31. mars verður dýrari at hyggja eftir ítrótti á Viaplay. Stroymingartænastan hevur flest sjónvarpsrættindi í Danmark, og nógvir føroyingar gera sær eisini dælt av hesum. Millum annað vísir Viaplay enskan fótbólt úr Premier league.
Prísurin upp á Viaplay Total-haldið fer úr 339 krónum og upp í 449 krónur um mánaðin.
Tað er ein hækking upp á 110 krónur, sum er 32,4 prosent.
Haldini hjá stroymingartænastum hækka javnan við nøkrum krónum, men tað er sjáldan at hækkingin er so stór sum hjá Viaplay á hesum sinni.
Í Facebookbólkinum “Fótbóltskjak” á Facebook eru fleiri sum gera vart við sína ónøgd.
Tað var ein hækking, eg fari at finna onkran at deila pakkan við, skrivar ein brúkari, men ein annar sigur at hann ætlar at siga haldið upp. Hann sigur seg heldur ikki fara at fáa sær Televarpið tí tað er eisini ov dýrt.
Økja um innihaldið
Orsøkin til príshækkingina er nógva tilfarið sum er komið á Viaplay. Meira enn 2000 filmar og sendirøðir og 6000 tímar eru løgd afturat og í 2021 kemur uppaftur meira, sigur Viaplay við dr.dk.
Í 2020 høvdu vit meira enn 7000 beinleiðis ítróttarsendingar og meira enn 14.000 tímar av ítrótti í Total-pakkanum.
Fyri framhaldandi at menna útboðið framyvir tillaga vit nú prísin, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
SÍ kvinnur gjørdust steypavinnarar í flogbólti
Tað gjørdist ein spennandi steypafinala leygardagin millum kvinnuliðini úr Vágum. Dráttur og SÍ máttu út í eitt fimta sett áðrenn avgerðin fall. SÍ vann við tveimum stigum í fimta og avgerðandi setti, og vann sín triðja steypasigur á rað.
Fyrsta sett vunnu sørvágskvinnur ruddiliga 25-8, men tey bæði næstu settini gjørdust meira spennnadi, og tað endaði við at Dráttur fór avstað við teimum báðum. Bæði settini endaðu 25-22.
Í fjórða setti fekk SÍ spælið aftur at koyra og Julia Kuvshinova gjørdi eisini sítt til, at settúrslitið gjørdist 25-18 til sørvágskvinnur.
2-2 í settum, og alt var opið og skuldi avgerðast í fimta setti. SÍ fekk eina nógv betri byrjan, og legði seg á odda við fleiri stigum, meðan Dráttur hevði trupult við at fótað sær.
Sum fráleið fekk Dráttur spælið at rigga, og kom upp á javnt. Tað rakk kortini ikki, tí SÍ fekk Juliu Kuvshinova í gongd, og vann 15-12.
Dráttur - SÍ (2-3)
(8–25, 25-22, 25-22, 15-25 og 12-15)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
ÍF steypavinnari flogbólti hjá monnum
Eins og hjá kvinnunum skuldu fimm sett til áðrenn ein steypavinnari kundi finnast hjá monnum. Men tá avtornaði var ÍF sum helt høvdið kalt og fór avstað við steypinum.
Mjølnir legði betri út í fyrsta setti og vann 21-25. Men í øðrum fingu fuglfirðingar gongd á sítt spæl, og tað gjørdist til ein spennandi og dramatiskan dyst.
ÍF vann annað og triðja sett ávikavist 25-21 og 25-20. Í fjórða setti drógu klaksvíkingar longra stráðið og vunnu 25-19 og liðini noyddust tí út fimta sett fyri at avgera dystin.
Og her var tað ÍF sum legði betri út. Serliga Bjarni Larsen hjá ÍF gjørdi um seg í fimta setti, og vann fuglfirðingum fimm stig á rað. Tað gjørdi veruliga mun í fimta setti sum endaði 15-12 til ÍF.
Sigursvanda ÍF hevur ikki vunnið steypafinaluna síðani 2016.
ÍF - Mjølnir (3-2)
21-25, 25-21, 25-20, 19-25, 15-12
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2021
HB vann 3-1 í stórsteypadystinum móti NSÍ - liðini møtast aftur í fyrsta umfari í Betri Deildini í morgin
Greipuvinnarin frá í fjør, HB og silvurvinnarin í landskappingini, NSÍ, brustu saman farna leygardag í stórsteypadysti á Tórsølli.
NSÍ fekk hol á, tá 26 minuttir vóru leiktir við máli frá málrevinum Klæminti A. Olsen, men síðani átti HB restina. Tað gingu bara fýra minuttir so hevði nýggi maðurin í HB, Michal Przybylski javnað til 1-1, og tveir minuttir seinni legði Hilmar Leon Jakobsen HB á odda 2-1.
Klæmint A. Olsen til 1-0 til NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Tveir minuttir seinni í hinum endanum javnar Michal Przybylski til 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Í øðrum hálvleiki økti Michal Przyylski um leiðsluna hjá HB og staðfesti at eitt sterkt HB-lið aftur í ár uttan iva fer at vera við, har sum tað er stuttligt at vera.
Úrslitið gjørdist 3-1 til teir reyðu og svørtu og HB hevur tryggjað sær sítt fyrsta steyp í ár.
Nýggi venjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen (Mynd: Sverri Egholm)
Landskappingin hjá monnum byrjar næsta vikuskiftið, og júst HB og NSÍ spæla aftur ímóti hvørjum øðrum sunnudagin.
Kvinnurnar spæla stórsteypadyst 13. mars, og tá verða tað KÍ og NSÍ sum hittast. KÍ-kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, meðan NSÍ endaði á øðrum plássi í bæði lands- og steypakappingini.
HB - NSÍ (3-1)
26' Klæmint A. Olsen 0-1
30' Michal Przybylski 1-1
32' Hilmar Leon Jakobsen 2-1
62' Michal Przybylski 3-1
Leygardagin 6. mars
EB/Streymur - ÍF
Sunnudagin 7. mars
07 Vestur - B36
B68 - KÍ
HB - NSÍ
Víkingur - TB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2021
Adrian Justinussen spælir í reyðum og svørtum í øllum førum tvey ár afturat
Altíð farligi Adrian Rúnason Justinussen hevur longt við HB. Hesum boðði felagið frá mikudagin.
Frísparksnillingur spælir við HB í øllum førum til og við kappingarárið 2023.
Adrian Justinussen er 22 ár og hevur sambært Faroesoccer spælt 152 dystir fyri besta liðið hjá Havnar Bóltfelag. Hann hevur skorað 60 mál - fleiri av teimum umvegis fríspark.
Landskappingin hjá monnum fer í gongd um vikuskiftið, og HB spælir sín fyrsta dyst í ár móti NSÍ sunnudagin klokkan 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Greipuvinnararnir tryggja sær U21-landsliðsleikara
Lukas Giessing verður framyvir at síggja HB-umhvørvinum í Gundadali. Havnar Bóltfelag boðaði mikudagin frá, at sáttmáli er gjørdur við U21-landsliðsleikaran.
HB er ikki púra ókent fyri Giessing, tí hann er sonur Julian Hansen, sum spældi við besta liðnum hjá HB í 80’unum, og sum eisini í fleiri førum hevur verið venjari hjá teimum reyðu og svørtu.
Lukas Giessing royndi seg á Argjum í AB seinna part av kappingarárinum í 2019. Hann skoraði fimm mál fyri AB hetta árið.
21 ára gamli Lukas Giessing hevur áður eisini verið knýttur at FC Midtjylland og danska AB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Tvíburðabeiggi Hans Jákup Lervig, Elias Lervig, er nýggjur maður hjá fuglfirðingum
Ein nýggjur maður skal hetta kappingarárið royna seg á besta liðnum hjá ÍF.
Talan er um Elias Lervig, sum er uppvaksin í Víkingi, og bert hevur spælt har. 24-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt 60 dystir á besta mansliðnum hjá Víkingi.
ÍF vissar um, at tit ikki síggja dupult. Leikarin í reyðum vinstru megin er tvíburðin hjá Hans Jákupi Lervig, sum kom til felagið seinasta summar.
Fuglfirðingar hava sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum leygardagin, tá teir eru á vitjan hjá EB/Streymi við Margáir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Vinstri bakkurin er nú tann útlendski leikarin í søguni hjá Vejle við flest dystum. 29-ára gamli landsliðsleikarin úr Saltangará hevur spælt 182 ferðir fyri felagið
Vejle var mikukvøldið nær við at fáa eitt stig í Keypmannahavn. Mathias Zanka legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, men Ylber Ramadani javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Stjørnuskotið hjá FCK, Mohammed Daramy, avgjørdi dystin fimm minuttir fyri leiklok, og harvið var talan um vónbrot hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum.
Landsliðsleikarin spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki, og tað var fyrstu ferð í kappingarárinum, at Viljormur gjørdi hetta fyri Vejle. Tað var tó ikki tað einasta, ið maðurin úr Saltangará kundi fegnast um í gjárkvøldið - hóast úrslitið. Talan var um dyst nummar 182 hjá Viljormi Davidsen fyri Vejle, og harvið er nú hann tann útlendingurin ið hevur flest dystir fyri søguríka felagið.
Við dystinum fór Viljormur fram um onglendingin Julian Barnett, ið hevði ein stóran leiklut í Nørreskoven miðskeið í áttatiárinum - serliga í 1984 tá hann stóð fyri flest málum, tá Vejle gjørdist danskur meistari. Barnett spældi 181 dystir, og í gjár varð hann so yvirhálaður av 29-ára gamla føroyinginum, sum kom til felagið í 2013.
Viljormur Davidsen hevur verið settur við eina flyting úr Vejle. Hann hevur spælt í trimum av teimum seinastu dystunum, men annars lítið og einki í hesum kappingarárinum. Vejle Boldklub er í løtuni nummar 10 við 21 stigum - tíggju stig framammanfyri AC Horsens, ið er aftast. Liðið við Halli Hanssyni sum liðformanni og Jens Berthel Askou sum venjara vann í gjár 2-1 á heimavølli á AaB. Hallur legði upp til 1-0 málið - avgerandi málið kom í 95. minutti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla tveir dystir um tvær vikur. Ellivu av leikarunum spæla í heimligu kappingini - harímillum ungir leikarar sum Ingibjørg Olsen og Ingunn Kristina Persson og eisini Bryjna Høj, sum er við aftur á landsliðnum
Í næstu viku spælir A-landsliðið hjá monnum tríggjar EM-undanappingardystir, og í vikuni eftir tað, skulu kvinnurnar spæla HM-undankappingardystir.
Teir verða leiktir í Minsk, har Føroyar fyrst spæla ímóti Sveis og síðani móti vertunum. Dystirnir verða ávíkavist 19. og 20. mars, og landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Julian Johansen, hava úttikið hesar 15 leikararnar:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar (Ísland)
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Útileikarar:
Tóra Eliasen, Stjørnan
Ingibjørg Olsen, VÍF
Durita Toftum Joensen, H71
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Bjarta Johansen, Kyndil
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Pernille Brandenborg, Randers HK
Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2021
Fýra hondbóltsdystir í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum vórðu spældir týskvøldið
Stríðið um finaluplássini í í hondbólti er í gongd, og týskvøldið vórðu tveir dystir leiktir hjá bæði kvinnum og monnum.
Hjá kvinnum bleiv avgjørt hvørji fýra lið eru í hálvfinaluni. Við 32-27 sigri móti VÍF sløktu steypavinnararnir úr Hoyvík allar vónir hjá vestmannakvinnum at koma í hálvfinalurnar.
Í Høllini á Hálsi var grannauppgerð, og Kyndil svaraði aftur fyri tapið í steypakappingini. Kyndil vann 24-19 móti Neistanum.
StÍF vann sunnudagin 29-27 móti Stjørnuni og tá VÍF nú tapti, er greitt, at strandakvinnur verða við í FM-hálvfinalunum.
Hjá monum eru VÍF og H71 langt fremst í kappingini, og hava tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Júst hesi liðini hittust í Hoyvíkshøllini týskvøldið, men steypavinnararnir megnaðu ikki at knógva vestmenningum, sum vunnu dystin við trimum málum 30-27. Við sigrinum kemur VÍF á fyrsta pláss, og við tí kann tryggja sær fyrimun í hálvfinaluni.
Í Høllini á Halsi var ein sigur hjá Neistanum kærkomin í stríðnum um hálvfinalupláss. Kyndilsmenn vildu tað kortini øðrvísi og vunnu óvæntað 35-32.
H71-VÍF 32-27 (16-15)
Maria H. Weyhe 9 mál, H71. Rannvá Olsen og Agnas Olsen 6 mál, VÍF
Kyndil-Neistin 24-19 (12-10)
Bára K. Hansen 6 mál, Kyndil. Marjun F. Danberg 6 mál, Neistin
Støðan
1. Kyndil (27 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (19 stig)
4. StÍF (16 stig)
5. VÍF (10 stig)
6. VB (9 stig)
7. Stjørnan (4 stig)
H71-VÍF 27-30 (14-13)
Rúni Vest Højgaard 5 mál, H71. Sjúrður Olsen 7 mál, VÍF
Kyndil-Neistin 35-32 (18-18)
Bartal Klein Olsen 11 mál, Kyndil. Rasmus Søby 13 mál, Neistin
Støðan
1. VÍF (26 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (17 stig)
4. KÍF (15 stig)
5. Team Klaksvík (13 stig)
6. Kyndil (6 stig)
7. StÍF (6 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Alt bendi á ein Team Klaksvík-sigur, men KÍF slapp við skrekkinum og hevur bestu kortini á hondini í hálvfinalustríðnum. Liðini deildu stigini
KÍF og Team Klaksvík spældu mikukvøldið í SMS-deildini, sum er besta mansdeildin í hondbólti. Spenningur var undan dystinum, sum varð leiktur í høllini í Kollafirði, tí Team Klaksvík skuldi helst vinna dystin fyri at hava møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar.
Tað vóru kollfirðingar, sum byrjaðu dystin betri og tá eitt lítið korter var farið var stðan 9-5. Eftir hetta hevði KÍF trupult við at fáa mál, og tað gingu átta minuttir áðrenn teir aftur komu á máltalvuna.
Team Klaksvík fekk sítt spæl at rigga, og hálvleiksstøðan var 18-13 til útiliðið.
Alt bendi á ein Team Klaksvík-sigur, og tá bara tíggju minuttir vóru eftir at spæla var støðan 29-24 til gestirnar.
Kollfirðingar kláraðu tó at hála ein javnleik heim. Dysturin endaði 31-31.
Team Klaksvík hevur VÍF og Neistan eftir, meðan KÍF hevur tríggjar dystir eftir og skal spæla móti H71, StÍF og VÍF.
KÍF-Team Klaksvík 31-31 (13-18)
Nicklas Selvig 8 mál, KÍF. Valentino Valentakovic 10 mál, Team Klaksvík
Støðan
1. VÍF (26 stig)
2. H71 (23 stig)
3. Neistin (17 stig)
4. KÍF (16 stig)
5. Team Klaksvík (14 stig)
6. Kyndil (6 stig)
7. StÍF (6 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2021
Ársins fyrsta súkklukapping í Kaldbaksbotni leygardagin, har Helgi W. Olsen endaði við sigrinum, varð ávirkað av einum óhappi – Ein súkklari rendi á ein seyð og endaði á sjúkrahúsi, men hann varð útskrivaður dagin eftir
Talan var um eina heldur buldruta kappingarbyrjan, tá árins fyrsta súkklukapping var á skránni leygardagin, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.
Umframt nógvan vind og glaðurok í Kaldbaksbotni, endaði kappingin við einum braki, tá ein av luttakarunum rendi á seyð, sum knappliga stóð mitt á vegnum.
Óhepni súkklarin rendi á seyðin beint áðrenn hann skuldi koyra um mállinjuna. Óhappið ávirkaði sjálvandi kappingina, og teir sum komu á mál eftir súkklaran, og sum tá sóu ein lívleysan súkklara liggjandi á asfaltinum, høvdu ikki orku at traðka seinastu metrarnar um mállinjuna.
Sjúkrabilurin kom eftir súkklaranum, og hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann bleiv útskrivaður dagin eftir, og hevur tað eftir umstøðunum gott, verður upplýst í tíðindaskrivi.
Kappingin leygardagin var fyrsta umfar av GIANT Várkappingini 2021. Hetta er ein CUP kapping, sum er samansett av fimm kappingum, og har tað bara verður kappast í Einkultstarti.
Sum áður nevnt, vóru líkindini til at kappast ikki tey allarbestu. Hóast tað var undirtøkan góð, skrivar Tórshavnar Súkklufelag. Sterkastu súkklararnar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av, og undan kappingini bleiv gitt hvørt tað var Helgi W. Olsen ella Dávur Magnussen, ið fóru við sigrinum.
Teinurin leygardagin var Kaldbaksbotnur, Kaldbaksbygd, og so aftur á Kaldbaksbotn. Teinurin skuldi koyrast tríggjar ferðir – tilsamans 24 kilometrar. Tað var tætt millum nummar eitt og tvey, men Helgi W. Olsen átti munin, og vann á Dáva.
Jákup Petur Eliasen er somuleiðis sera sterkur í tíðarkoyring, men í síðsta umfari var hann óheppin, tá hann koyrdi í eitt hol á vegnum, og bakhjólið punkteraði. Jákup Petur legði hart út, og hevði hann, saman við Helga, bestu tíð á fyrsta umgangi. Stuttligt hevði tí verið at sæð hvussu samlaða tíðin hjá Jákup Petur bleiv.
Skal ein súkklari gera sær vón um at vinna eina cup kapping, so skal viðkomandi luttaka í fýra av fimm kappingum. Jákup Petur skal sostatt luttaka í teimum resterandi kappingunum, um hann fer eftir samlaða sigrinum.
Tvær kvinnur stillaðu upp, og eisini hjá teimum var tætt. Rigmor Rasmussen átti munin og vann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Í dag settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr
Farna vikuskifti settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr.
Í 1997 mannaðu tveir sterkir útlendskir telvarar toppborðini í oddadysti millum Klaksvík og Kollafjørð. Tá vann enski stórmeistarin Stuart Conquest á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson. Sviin, ið tá virkaði sum leikandi venjari hjá Kollafjarðar talvfelag, gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.
Men hesaferð sóu vit so tveir stórmeistarar kappast sínamillum í føroysku landskappingini. Helgi Dam Ziska og Vladimir Hamitevici brustu saman á fyrsta borði í dystinum millum Havnina og Klaksvík á Finsen. Helgi vann spennandi talvið við svarta fólkinum, og havnarmenn vunnu dystin 3-1.
Í Klaksvík vann oddaliðið Sandavágs Talvfelag 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum, og eru tí tvey stig framman fyri Havnar Telvingarfelag fyri avgerandi innanhýsis dystin millum toppliðini í seinasta umfari um tvær vikur.
Í øðrum dysti í seinasta umfari fer Kollafjarðar Talvfelag at gera eina roynd at vinna seg undan niðurflyting, men líkindini fyri tí eru ikki tey bjartastu. Ein stórsigur móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag er krav fyri bjargingini, og tað verður ikki lætt.
Óbroytt í oddanum
Støðan broyttist ikki í oddanum í 1. deild eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Oddaliðini Sandavágur og Havnin vunnu bæði sínar dystir 3-1. Munurin er tí framvegis tvey stig.
Fyritreytirnar fyri avgerandi dystinum um FM-heitið líkjast tí støðuni í fjør, tá havnarmenn tóku vágamenn á bóli við avgerandi sigri í síðsta umfari. Hesaferð er minstakravið 3-1, skulu havnarmenn varðveita meistaraheitið. Endar dysturin 3-1 til Havnina, stendur á jøvnum, men tá eru innanhýsis úrslitini avgerandi. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn. Vágamenn standa seg afturímóti við teprum 2½-1½ tapi.
Klaksvíkar Talvfelag hevði somu manning í Finsen, sum í 2-2 dystinum móti Sandavági fyri viku síðani. Umframt Helga Dam Ziska, vunnu Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol á 3.- og 4. borði á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen. Ólavur Simonsen vann á 2. borði á Olaf Berg. Olaf stóð leingi væl, og hevði helst fyrimunin eitt skifti. Ólavur hevur góðan byr í løtuni; fyri viku síðani vann hann í stórum stíli á Høgna Egilstoft Nielsen, og í dag vann hann aftur.
Talvið millum stórmeistararnar var áhugavert og spennandi. Vladimir Hamitevici, sum tríggjar ferðir hevur verið meistari í Moldova, og umboðað heimland sítt á fleiri talvolympiadum, stóð væl við hvíta fólkinum eftir kongaindisku byrjanina, og hevði at síggja til fyrimunin, men Helgi spenti seg út og var mentur at syfta moldovska stórmeistaran í spentu støðuni, tá tíðin fór at ganga undan hjá báðum.
Vágamenn halda tørn
Sandavágsmenn telvaðu remis á tveimum borðum í Klaksvík í dag, men 3-1 sigurin mundi vera nøktandi hóast alt. Rógvi Egilstoft raðfesti telvingina framum fótbóltin í dag. Meðan hinir hjá NSÍ taptu Stórsteypadystin fyri HB á Tórsvølli, vann Rógvi, sum annars er sáttmálabundin í NSÍ, talvið á 1. borði móti Steintór Rasmussen.
Pápin, Torkil Nielsen, vann somuleiðis á 4. borði móti Ingolf Gaard. Á hinum borðunum endaði javnt. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen mátti á 2. borði sættast við remis móti Rana Baldursson, og sama var hjá Silasi Eyðsteinssyni á 3. borði móti Haldur Suna Johansen.
Í triðja dystinum í 1. deild gjørdi annað lið hjá Havnini bart og vann 4-0 á Kollafirði. Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Margar Berg vunnu á ávikavist Kára Petersen, Eyðálv Johannesen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen.
9. umfar 1. deild (28. februar)
Havnin - Klaksvík 3-1
Klaksvík B - Sandavágur 1-3
Havnin B - Kollafjørður 4-0
Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 25½
2. Havnin 23½
3. Klaksvík 18½
4. Havnin B 16
5. Klaksvík B 14
6. Kollafjørður 10½
Vestmenningar suverenir
Vestmanna Talvfelag er í flokki fyri seg í 2. deild. Uppflytingin í 1. deild varð tryggjað við sjeytummaseymi farna vikuskifti. Vestmenningar vunnu 3-1 á einum av frægastu kappingarneytunum. Vestmenningar vunnu við svarta fólkinum og telvaðu remis við hvítum. Á liðnum vóru Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen.
Runavíkar Talvfelag, sum hevur verið millum fremstu feløg at skipa fyri stórum kappingum í Løkshøll seinnu árini, liggur í tungum sjógvi, og hevur eina næstan vónleysa uppgávu at lívbjarga sær í deildini. Í dag taptu runavíkingar 3-1 fyri vágamonnum, bara Brandur Højgaard vann.
9. umfar 2. deild (28. februar)
Vestmanna-Kollafjørður 3-1
Klaksvík-Havnin 3½-½
Runavík-Sandavágur 1-3
Støðan í 2. deild
1. Vestmanna 28½
2. Klaksvík 19½
3. Kollafjørður 18½
4. Sandavágur 17½
5. Havnin 14
6. Runavík 10
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2021
Í gjár vóru júst 40 ár liðin, síðan táverandi Judosamband Føroya varð sett á stovn
28. februar vóru júst 40 ár síðani, at Judo Føroyar – sum fyrr æt Judosamband Føroya – varð stovnað.
Orsakað av støðuni við korona verður tó einki hátíðarhald nú, men ætlanin er at hava nøkur tiltøk aftan á summarsteðgin, skrivar Judo Føroyar á heimasíðuna.
Fyrsta judofelagið í Føroyum – Havnar Judofelag – varð stovnað 1. mars 1971, og umleið tvey ár seinni kom so næsta felagið, Klaksvíkar Judofelag. Tíggju ár skuldu tó ganga, áðrenn næstu feløgini vórðu stovnaði. Í 1981 vórðu Sunda Judofelag og Vága Judofelag stovnaði. Nú var so gøtan greið at stovna eitt sersamband, sum tá kravdi, at í minsta lagi trý feløg vóru, og sostatt varð Judosamband Føroya stovnað 28. februar 1981.
Í fyrstu nevndini vóru Jan Günther, formaður, Sven Nørspang, næstformaður, Eyðfinn Christiansen, kassameistari, Bogi Linklett, skrivari, og Hans Petur við Streym Hansen, nevndarlimur.
Í 1986 gjørdist Judosamband Føroya altjóða viðurkent, tá sersambandið gjørdist limur í European Judo Union og International Judo Federation.
Gjøgnum tíðina hava verið fleiri judofeløg. Tíðliga í 80unum var eitt stutt skifti judofelag suðuri í Vági, og fyrst í 90unum var eisini eitt í Kollafirði. Klaksvíkar- og Vága Judofeløg hava eisini long tíðarskeið verið niðurløgd.
Sostatt vóru tað í fleiri ár bara tvey judofelag, sum vóru virkin, nevniliga Havnar og Sunda. Men seinastu árini er vend komin í, og fleiri nýggj feløg eru komin, eins og tvey av teimum gomlu eru endurstovnaði.
Fyrst var tað Skálafjarðar Judofelag, sum sá dagsins ljós, og síðani vóru Klaksvíkar- og Vága Judofeløg endurstovnaði. Harafturat eru judofeløg stovnaði á Sandi og á Tvøroyri.
Talið á judoíðkandi var í fleiri ár millum 50 og 100, men seinastu árini er limatalið vaksið nógv, so nú hevur tað í nøkur ár ligið millum 250 og 300, skrivar Judo Føroyar.
Føroyskir judoíðkarar hava eisini roynt seg á altjóða pallinum, og serliga á Oyggjaleikunum hevur ligið væl fyri. Á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019 vunnu føroyingar 14 heiðursmerkir – 5 gull, 2 silvur og 7 bronsu. Eisini hava føroysk judofólk vunnið medaljur í norðurlenskum kappingum.
Í nevndini fyri Judo Føroyar í dag sita Sofus Debes Johannesen, formaður, Hansa M. Glerfoss, næstforkvinna, Petur Sigurð Johannesen, skrivari, Marit J. Magnussen og Sigmundur Johansen, nevndarlimir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Umsóknin verður eftir ætlan saman við Írlandi
Bretland og Írland hava tikið avgerð um at bjóða seg fram at gerast vertir fyri HM kappingina í fótbólti í 2030
Tað váttar Boris Johnson, forsætisráðharri fyri BBC.
Bretska stjórnin hevur í hesum sambandi játtað 2,8 milliónir pund til at fáa ferð á hesa tilgongdina. Og í fótbóltssambondunum í Onglandi, Wales, Skotlandi, Norðurírlandi og Írlandi fegnast tey nú um, at stjórnin hevur tikið hetta stigið.
- Vit eru ógvuliga spenta upp á “fáa fótbóltin heim” í 2030, sigur Boris Johnson.
Sjálv tilgongdin at bjóða upp á HM2030 byrjar ikki fyrr enn næsta ár. Til ta tí skulu áhugað lond undangóðkennast.
Fótbóltssambondini í Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi eru í hesum sambandi komin við eini fráboðan, har tey fegnast um, at bretska stjórnin nú stuðlar ætlanini, og at fótbóltssambondini nú fara at koma við einum haldgóðum boði, tá boðsumfarið byrjar í 2022.
Ongland fyrireikar seg í løtuni til at vera ein týðandi partur av EM2020, sum varð útsett og eftir ætlan skal haldast nú í 2021 við bæði semifinalum og EM-finalu á Wembley Stadium í juni mánaði. Tilsamans skulu sjey EM-dystir spælast á Wembley. Eisini verða EM-dystir spældir á Hampden Park í Glasgow og Aviva Stadium í Dublin.
Ongland er eisini vertur fyri EM fyri kvinnur í 2022. Ongland var seinast vertur fyri stórari fótbóltskapping, tá EM varð hildið í Onglandi í 1996, tað var eftir fyrstu HM-kappingina, sum varð hildin í heimlandi fótbóltsins í 1966.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2021
Húsini í Silkeborg hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur. Væntandi flyta tey inn í summar
Í november vunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen sendingina Nybyggerne á danska TV2. Samstundis vunnu tey húsini í Silkeborg, sum tey høvdu innrættað, og sum hyggjararnir vikurnar frammanundan høvdu fylgt við í.
Nú hava tey endiliga yvirtikið húsini, sum hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur. Tað er soleiðis, at tey sum luttaka í væl umtøktu sendingini verða funnir umvegis eina upptøkuroynd, og lógin sigur, at tá skal b-skattur rindast av vinninginum.
Hetta er nakað vinnararnir sjálvir mugu taka sær av, og tað kann taka sína tíð, men er nú avgreitt hjá dámligu føroysku nýbyggjarunum.
View this post on Instagram
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
- Vit hava fingið lyklarnar til okkara “nýbyggjarahús”, og tey eru alment okkara. Nú kunnu vit byrja at leggja ætlanir um at flyta, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen á Instagram.
Hon skrivar víðari, at síðani upptøkurnar av Nybyggerne er nógv hent. Unnustin, Martin Høgfeldt Olsen, hevur fingið sær ein steðg í starvinum hjá Maersk, og er byrjaður í skúla til bygningssnikkara. Hann er í gongd við fyrsta partin av útbúgvingini, og tí væntar unga parið úr Havn at flyta til Silkeborg í august mánaði.
- Vit gleða okkum sera nógv at byrja ein nýggjan kapittul, og sleppa nærri náttúruni í einum av vakrastu býum í Danmark, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen.
Tá Nybyggerne varð sent í heyst, bloggaði Sunnvá Dahl Rasmussen á Hús og heim um rúmini. Leinki til hetta er niðanfyri:
Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit tá vitað, hvussu nógv strævnari tað bleiv
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
Partur 5: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
Partur 6: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
Partur 7: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk
Partur 8: Tíbetur var gólvið á lagri
Partur 9: Varði í havanum
Partur 10: Kenslubornir dagar í stovuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald