Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. mars 2021 | Nr. 11 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Hjørdis stórtrívist sum økisleiðari í Eysturgrønlandi

56-ára gamla Hjørdis Viberg býr í Tasiilaq saman við manni og tveimum synum. Síðani 2018 hevur hon verið økis- og starvsfólkaleiðari fyri teimum stívliga 500 starvsfólkunum hjá Sermersooq kommunu í Eysturgrønlandi.

SíÐa 2

1 Leygardagur 13. mars 2021

Tjaldur ver vælkomið og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Uppskotið bøtir ikki um journalistiska støðið

Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur nú lagt uppskot fyri ting um hvussu hann heldur, at lógin um miðlastuðul skal broytast.

Høvuðslinjurnar eru kritaðar upp til løgtingsmeirilutan at samtykkja. Stuðulin skal ikki longur latast verandi miðlum við støði í roknskapinum fyri árinum fyri. Pengarnir skulu í staðin latast til verkætlanir eftir umsókn til miðlastuðulsnevndina at taka støðu til tvær reisur um árið.

Hvussu skipanin annars skal virka, er tað ongin, sum hevur ánilsi av, annar enn landsstýrismaðurin sjálvur, sum biður um nærum fríar ræsur at skipa stuðulin í kunngerð seinni.

Tað, sum kann sigast um uppskotið nú er, at tað ikki kemur at økja um journalistisku dygdina hjá verandi miðlum, sum annars var endamálið í upprunaligu lógini.

Og her meinast við tann dagliga aktuella journalistiska dekningin, sum er aðalmálið hjá fjølmiðlunum.

Alt annað líka kann sigast, at við at geva beinleiðis rakstrarstuðul, sum gjørt hevur verið higartil, so átti tað í stíðsta enda eisini at styrkt aktuella journalistikkin hjá miðlunum. Vit skulu tó vera skjót og viðganga, at tað hevur verið ómøguligt at borið eyga við, hvar miðlastuðulin er farin og hvussu hann hevur styrkt miðlarnar higartil.

Og tað er eisini orsøk nokk til at broyta núverandi skipan.

Men við at fara yvir til eina umsitingartunga skipan við umsókn, viðgerð og innlating av roknskapi eftir lokna verkætlan, so verður skipanin ikki áhugaverd hjá verandi miðlunum.

Hiðani av Bryggjubakka, har hetta blað og hinir talgildu miðlarnir, ið eru savnaðir undir portal.fo, verða skrivaðir, kunnu vit bara heilsa og siga, at her á redaksjónini hava vit ikki umsitingarliga orku til at orða umsóknir, ið kanska verða gingnar á møti sætta hvønn mánað og síðan innrapportera aftur, hvussu verkætlanin hevur gingið.

Tað sindrið, ið kann væntast at fáast, fer so nógv upp í umsiting, at tað ikki fer at loysa seg fyri okkum, og neyvan verður tað heldur góðtikið av miðlastuðulsnevndini, um stórur parturin av stuðulsjáttanini fer til at fíggja umsitingini av umsóknunum.

Hvør fær so gagn av skipanini? Jú, óivað fleiri einstaklingar, sum hava journalistikk sum frítíðarítriv, og hava ein blogg ella podd, ið lýkur treytirnar at vera fjølmiðil. Útmerkað hjá teimum. Tað gevur kanska eisini fjølbroytni í miðlalandslagnum, men tað verður samlaði journalistikkurin ikki betri av, ikki tann aktuelli. Hann verður bara meira sprøklutur.

Men, ... og tað má takast við í hesi umrøðu.

Er tað veruliga so – sum prentaðu miðlarnir siga – at tær nógvu milliónirnar, teir higartil hava fingið, allur er ekspederaður víðari til Posta í hækkaðum útberingargjaldi, so er tað nakað, sum politiska valdið má taka í álvara.

Tí so fær uppskotið frá landsstýrismanninum ta avleiðing, at prentaðu bløðini fara fyri bakka, og tað má ikki henda – ikki orsaka av einum lógaruppskoti.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7185

    Lisnar síður: 25394

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 13. mars 2021

Hjørdis stórtrívist sum økisleiðari í Eysturgrønlandi

56-ára gamla Hjørdis Viberg býr í Tasiilaq saman við manni og tveimum synum. Síðani 2018 hevur hon verið økis- og starvsfólkaleiðari fyri teimum stívliga 500 starvsfólkunum hjá Sermersooq kommunu í Eysturgrønlandi.

 
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

Tá eg mánadagin setti meg í samband við Hjørdis Viberg at fregnast um lív og virki hennara í Grønlandi, hevði hon so nógv um at vera, at hon ikki hevði stundir at tosa við meg.

- Eg vendi aftur til tín, men kann ikki lova, at tað verður í dag. Her er hvítabjarnaalarmur, og eg havi í løtuni úr at gera við at stýra tilbúgvingini. Tað hoyrir við til uppgávu mína sum økisleiðari at tryggja, at alt gongur rætt og sømiliga fyri seg í viðurskiftunum millum fólk og veiðidjór. Vit búgva í einum bjarnaøki, so tær vitja okkum javnan hesa árstíðina, greiddi Hjørdis mær frá í skundi, og helt síðani fram við sínum ábyrgdarfulla og krevjandi arbeiði.

Dagin eftir vóru viðurskiftini komin somikið í rættlag, at hvítabjarnirnar ikki longur vóru nøkur hóttan fyri fólk og fæ.

[object Object]
Tað var hvítabjarnaalarmur í Tasiilaq í vikuni

Stórar menniskjansligar avbjóðingar
- Í roynd og veru teljast hvítabjarnirnar millum tær minstu avbjóðingarnar hjá okkum her. Tær menniskjansligu avbjóðingarnar eru nógvar ferðir størri, sigur Hjørdis Viberg, sum síðani í juli 2018 hevur verið økisleiðari ella ”mini-kommunustjóri”, sum hon sjálv kallar tað, hjá Sermersooq kommunu í Tasiilaq.

Kommunan breiðir seg heilt úr høvuðsstaðnum Nuuk í Vesturgrønlandi til Tasiilaq í Eysturgrønlandi.

- Sum bindilið tvørturum ísin og limur í stýrinum fyri Sermersooq kommunu, eri eg ofta á fundi í Nuuk. Í Tasiilaq eri eg samstundis leiðari hjá teimum stívliga 500 starvsfólkunum hjá kommununi her og í fimm tilhoyrandi bygdum umframt hjá umleið 80 starvsfólkum í Ittoqqortoormiit (Scoresbysund), sum er norðasti býur í Eysturgrønlandi. Flogtíðin norður hagar liggur um tveir tímar.

Í Tasiilaq búgva 2000 fólk og í hinum fimm bygdunum umleið 1000 fólk tilsamans. Kendasta bygdin er helst Kulusuk, har flogvøllur liggur.

[object Object]Summarið er gott í Tasiilaq

Noyðast at senda børnini langa leið á lærustovnar
- Hvørjar eru høvuðsuppgávurnar hjá tykkum í Eysturgrønlandi?

- Tær eru fyrst og fremst at bøta um korini hjá borgarunum og starvsfólkunum hjá kommununi í umráðnum. Í hesum sambandi er ein menningarætlan gjørd fyri býin, sum borgararnir hava verið við til at sett síni fingramerki á. Endamálið er at skipa burðardyggar karmar fyri samfelag og borgarar, soleidis at allir borgarar í okkara samfelag kunnu hava ein virðiligan gerandisdag og harvið vera við til at skapa virði í samfelagnum.

-Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar har í løtuni?

- Arbeiðsloysi og vantandi útbúgvingarmøguleikar eru avgjørt høvuðsavbjóðingarnar. Avleiðingarnar av hesum eru sosialir trupulleikar av ymsum slag. Vit, ið búgva her, noyðast t.d. at senda børnini langt burtur á lærustovnar í alt ov ungum aldri. Hetta ger, at stórur partur av teimum ungu ikki hættir sær at fara undir útbúgving aftaná fólkaskúlan. Mínir egnu synir, sum eru 18 og 15 ár, ganga í løtuni báðir í skúla í Danmark.

[object Object]Tey leypa skalv í Tasiilaq

- Hvussu kunnu tit so trívast í Tasiilaq undir slíkum umstøðum?

- Vit hava verið her yviri í 14 ár samanlagt og búð ymsastaðni í landinum. Allastaðni hava vit verið sera væl móttikin – ikki minst her í Eysturgrønlandi, har fólkið er kent fyri sítt gestablídni og vinsemi, sigur Hjørdis Viberg og heldur fram:

Menniskjansligir eginleikar telja mest
- Tað, ið eyðkennir Eysturgrønland fram um hini plássini her yviri, har vit hava búð, er, at her er tað ikki tað kommersiella ella pengar, ið telja mest, men tvørturímóti tað, sum tú sum menniskja inniheldur. Teir menniskjansligu eginleikarnar, sum mær dámar allarbest.

Harumframt kemur, at Eysturgrønland er fantastiskt. Nátturan er stórslingin, summarið er gott og heitt, umenn stutt, og veturin langur við nógvum kava – meira enn eg nakrantíð áður havi upplivað í Grønlandi.

Vit hava eisini tað, sum eitur Piteraq, ið er ein skadduvindur frá innlandsísinum. Ein slík ódn legði býin nærum í oyði í 1970, men tað hugsa vit ikki so nógv um í dag. Vit hava ongar ætlanir um at flyta úr Grønlandi. Vit elska Grønland og grønlendska fólkið.

[object Object]Hjørdis syngur við í kórinum í Tasiilaq

Nógvar leiðararoyndir í viðførinum
Hjørdis Viberg og familja hennara hava búð í Tasiilaq síðani 2012, tá hon tók við sum framleiðslustjóri hjá Filatelia.

Hon hevur útbúgving innan leiðslu og fyrisiting og hevur nógvar og drúgvar leiðararoyndir í viðførinum, serliga innan postvirksemi bæði í Grønlandi, Danmark og Føroyum.

- Hvaðani stavar áhugi tín fyri Grønlandi frá?

- Bæði í mínum og í heiminum hjá manni mínum hevur altíð verið tosað nógv um Grønland. Vit hava bæði havt pápar og abbar, sum hava siglt í Grønlandi, og helst er tað haðani, at áhugin fyri Grønlandi er vaktur. Tá eg so í 1998 sá eina starvslýsing til eitt starv í Grønlandi, gjørdi eg av at søkja. Eg fekk starvið sum post- og bankaleiðari hjá Tele-Post í Upernavik.

Tvey ár seinni fekk eg møguleika at flyta til Ilulissat (Jakobshavn) sum postmeistari hjá Tele-Post har, og har vóru vit í trý ár, greiðir Hjørdis Viberg víðari frá.

Rakstrarleiðari á Postverki Føroya
Í 2003 fluttu Hjørdis og familjan aftur til Føroya.

Leiðin gekk inn á Toftir, haðani maðurin er ættaður.

Í Føroyum var hon í fleiri leiðandi størvum í Postverki Føroya, eitt nú sum rakstrarleiðari, áðrenn Grønland aftur lokkaði í 2012.

- Tá fekk eg aftur boðið starv hjá Tele-Post, hesaferð sum fyrisitingarleiðari fyri frímerkjadeildini her í Tasiilaq. Í hesum starvinum var eg so til 2018, tá eg varð sett sum økis- og starvsfólkaleiðari hjá Sermersooq kommunu í Eysturgrønlandi.

- Hvat tekst tú við í frítíð tíni?

- Eg gangi til kórsang og syngi við kórinum Inngeratsiler, sum er eitt kent kór í Grønlandi. Yngsti sangarin er 18 ár og tann elsti 70. Kórið hevur verið virkið í 40 ár og vitjaði fyri nøkrum árum síðani í Føroyum. Kórsangur er ein partur av mentanini serliga í Eysturgrønlandi. Bara her í Tasiilaq eru ikki færri enn trý virkin kór.

[object Object]Húsini jólapyntað

[object Object]
Báturin er summarhús

Ongan hug at fara upp í politikk
- Eg havi eisini altíð tikið virknan lut í felagslívinum her í býnum, eitt nú í Reyða Krossi, skúlastýrinum, handilsráðnum, skíðfelagnum, kajakkfelagnum o.ø. Vit hava eisini bát og kavaskutara umframt at vit eisini høvdu hundar og hundasletu, tá dreingirnir búðu heima. Vit elska møguleikarnar, sum náttúran her gevur.

- Fyri okkum sum familju hevur tað nógv at siga at vera við til at gera ein mun, har vit eru. Heim okkara hevur altíð verið opið fyri børnum, sum hava havt tørv á hesum. Vit hava eisini verið fulltíðar fosturforeldur og vikuskiftis foreldur hjá fleiri børnum.

- Hvussu ber tað til, at ein so virkin kvinna sum tú ikki hevur brúkt hetta sum lopfjøl til at fara upp í politikk?

- Nei, tað havi eg ongantíð havt ambitónir ella nakrar ætlanir um,

- Men ert tú nakrantíð biðin um at stilla upp?

- Ájú, tilboðini hava ikki skortað, men eg havi takkað nei hvørja ferð. Eg havi als ongar ætlanir av slíkum slag hvørki nú ella í framtíðini. Eg stórtrívist í mínum núverandi starvi, sigur Hjørdis Viberg brosandi at enda.

FAKTA

  • Hjørdis Viberg, 56 ár, økis- og starvsfólkaleiðari hjá Sermersooq kommunu í Tasiilaq (Ammassalik) í Eysturgrønlandi.
  • Ættað úr Runavík, dóttir Brynhild og Petur á Roykheyggi.
  • Gift við Hans Óla Viberg av Toftum.
  • Eiga tveir synir: Brynleivur 18 og Kristian 15 ár 


[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

3
Leygardagur 13. mars 2021

Smíða kistur í Dali

Eingin smíðar kistur í Føroyum í løtuni, og tað heldur Bødvar Hjartvarsson, sum hevur Snikkarakjallaran í Dali, vera harmiligt. Hann er farin í holt við at gera royndir við kistusmíði

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í Snikkarakjallaranum í Dali hava tey gjørt nógvar trappur millum ár og dag, men nú standa nakrar kistur eisini á verkstaðnum.

- Eg havi gjørt fimm higartil, sigur Bødvar Hjartvarsson, snikkari.

Hann er farin í holt við at gera royndir við kistusmíði á snikkaraverkstaðnum í Dali, og hann heldur tað vera synd, at føroyskar kistur ikki eru at fáa í løtuni.

Hans Jacobsen, sum hevur smíðað fleiri túsund líkkistur í Føroyum seinastu í mongu árini, er givin við hesum arbeiðinum, og tí koma allar kistur í løtuni úr Danmark.

Bødvar Hjartvarsson og hansara fólk hava tí verið á vitjan hjá starvsbróðrinum, fyri at fáa íblástur til arbeiðið.

- Eg hevði lærlingarnar hjá mær við, og vit hugdu at meðan Hans gjørdi eina kistu, og vit hava eisini fingið modellið hjá honum, sigur Bødvar Hjartvarsson, sum leggur afturat, at teir á verkstaðnum eisini hava tikið betri amboð í nýtslu, so kisturnar nú eru skjótari at smíða enn tær áður hava verið.

[object Object]Bødvar Hjartvarsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í fyrsta umfari hevur Snikkarakjallarin í Dali smíðað fimm kistur sum eina roynd, men Bødvar Hjartvarsson sigur, at hann eisini ætlar at gera eina roynd við ikki at mála kisturnar.

- Í Føroyum hava vit bara hvítar kistur, men hví skal hon málast? Eg ætli at royna, at fáa fólk at keypa kistur úr furuviði, og sum ikki eru málaðar.

Hann tekur dømi úr filmum eitt nú, har man nærum ongantíð sær hvítar kistur. Tær eru úr mahogni, eik ella øðrum viði, og tær eru ofta nokkso flottar, heldur Bødvar Hjartvarsson.

- Man doyr bara einaferð, og tí skal tað gjarna vera eitt sindur fínt, heldur hann.

Hann greiðir eisini frá, at hesar kisturnar í mun til tær útlendsku, ikki eru kassaformaðar. Heldur eru tær kýlaformaðar, og síggja betur út, sigur snikkarin.

Bødvar Hjartvarsson ger tó greitt, at hann ikki hevur ætlanir at selja einstakar kistur, men heldur at veita kistur til fyritøkur, ið veita gravarhjálp.

Sambært Hagstovuni doyggja umleið 400 fólk í Føroyum um ári.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

4 Leygardagur 13. mars 2021

Nýggj farstøð skal byggjast á molanum til Norrønu

- Í summar flyta flutningsfyritøkurnar út í nýggju havnina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bilar og viðfestivognar við farmi, sum í framtíðini fara ella koma við Norrønu, skulu í framtíðini avgreiðast úti á molanum.

Nú nýggja havnin á Skansagrynnuni uttan fyri molan er um at vera liðug, verður alt farmavirksemi, sum í dag er í økinum innan fyri havnaskrivstovuna, flutt út um havnarskrivstovuna.

Virksemið hjá FaroeSkip flytir út í nýggju havnina, og sjálvur molin verður í framtíðini avgreiðslustøð fyri ferðafólk og farm hjá Norrønu.

Í hesum sambandi skal byggjast ein nýggj farstøð til Smyril Line á molanum, og uttan fyri hesa farstøð verður pláss til allar viðfestivognar og akfør, sum skulu við Norrønu.

Tá tíðindafundur var týsdagin um staðsetingina av komandi tjóðleikhúsinum upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri, at arbeiðið við at flyta virksemi – tað vil siga taka núverandi bygningarnar innan fyri havnarskrivstovuna niður – byrjar í august mánaði í ár.

Endaliga ætlanin ikki løgd enn
Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, upplýsir fyri Portalinum, at enn er endalig støða ikki tikin til, hvussu havnarøkið skal skipast. Men Portalurin hevur fingið eina tekning yvir, hvør ætlanin er.

Og her sæst, at ætlanin í framtíðini er, at Norrøna skal hava atløgupláss í krókinum við havnaskrivstovuna, og at allur aktivitetur í sambandi við avgreiðsluna av Norrønu kemur at fara fram uttan fyri økið, sum í dag er læst av sum Schengen-øki.

Nýggj farstøð skal byggjast á molanum, og uttan fyri hesa er pláss sett av til bilar og farm, ið skal við ella kemur við Norrønu.

Økið innan fyri havnaskrivstovuna verður ruddað, og umframt havnaskrivstovuna er tað – sambært tekningini – bert núverandi bláa farstøðin, sum kemur at standa eftir, og verður hon avgreiðsla hjá Smyrli og Ternuni.

Tekningin tekur ikki hædd fyri ætlanini um at byggja nýtt tjóðleikhús í økinum hjá Tórshavnar havn.


[object Object]

[object Object]
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

5

Størv

HR-medarbetare med intresse för administrativa arbetsuppgifter

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Fulltikin dekkari til Bakkafoss

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Spennandi lestrarstarv á HR- og fyrisitingardeildini hjá Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 28. oktober 2024
6 Leygardagur 13. mars 2021

Bursatangi: Formaðurin í havnarnevndini harðliga ímóti

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini sær stórar møguleikar

Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson - floksfelagar men ósamdir um staðsetingina av tjóðleikarhúsinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast Heðin Mortensen lovaði at geva uppskotinum um tjóðleikhús góða viðgerð í býráðnum, so er tað als ikki vist, at nøkur semja verður um hetta í býráðnum.

Tí tað er ikki semja í flokkinum hjá borgarstjóranum, Javnaðarflokkinum, um staðsetingina.

- Eg fari staðiliga at mæla frá at góðtaka, at tjóðleikarhúsið verður staðsett á Bursatanga.

Tað segði nývaldi býráðslimurin Kári Johansen eftir tíðindafundin mánadagin tá staðsetingin fyri tjóðleikahúsinum varð avdúkað. Kári Johansen fjaldi als ikki, at hann er stak ónøgdur við staðsetingina, sum dómsnevndin er komin fram til.

Kári Johansen er sjálvur limur í byggi- og býarskiparnarnevndini, sum nú skal í gongd við at tilrættisleggja eina broyting av byggisamtyktini. Hann er harafturat formaður í havnarnevndini, og  eisini limur í vinnunevndini og teknisku nevnd.

- Tað ber ikki til, at vit skulu brúka milliardir til at skaffa vinnuvirkseminum meira pláss, fyri so at taka tað inn aftur í hinum endanum, sigur Kári Johansen.

Stórur møguleikar
Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson, eisini úr Javnaðarflokkinum, er meira – nógv meira – jaligur til staðsetingina.

- Eg var við tá kommunan tók avgerð um at staðseta tjóðleikarhúsið á Skálatrøð, men havi angrað tað síðan, og havi eisini roynt at broyta hana og staðseta húsið við Eystaru vág í staðin.

- Eg haldi tað eisini vera ógvuliga sigandi, at allir arkitektarnir, mæla til, at tjóðleikarhúsið verður við Eystaru vág, leggur Tróndur Sigurðsson afturat.

Hann vísir tó á, at tá kommunan mælti til at brúka Skálatrøð, tá var økið við Bursatanga ikki ein møguleiki, tí havnin skuldi brúka økið. Men við útbyggingini av havnini, er skaptur møguleiki fyri at brúka økið til annað endamál.

- Eg havi saknað virksemi við Kongabrúnna og Bursatanga. Eg havi væntanir um, at vit kunnu klára at umskapa økið við Bursatanga til eitt spennandi øki vil lívi í, til gagns fyri trivnaðin í miðbýnum, situr Tróndur Sigurðsson. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

7 Leygardagur 13. mars 2021

Allir arkitektarnir peikaðu á Bursatanga

Hóast onnur uppskot eisini vóru, so var semja millum arkitektarnar, at økið við Kongabrúnna og Bursatanga er væl egnað til tjóðleikhús

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var rættiliga lætt hjá dómsnevndini at taka støðuna um at leggja komandi tjóðleikhúsið við Bursatanga í Havn.

Tí øll tey fimm innbodnu arkitektasamtøkini mæltu til at brúka hetta økið til komandi tjóðleikhúsið.

Feløgini ella samtøkini, sum vóru boðin at senda inn uppskot inn eru Kontrast, MAP Arkitaktar, Henning Larsen NS, SNA Selmar Nielsen Arkitektar/White Arkitekar og Zeta architects/Brim Arkitektar.

[object Object]Her á økinum kemur komandi tjóðleikhús at liggja (Mynd: Sverri Egholm)

Full semja um Bursatanga
Allir arkitektarnir høvdu uppskot um at leggja tjóðleikhúsið við Bursatanga. Onkur eitt sindur frá við núverandi farstøðina, onkur heilt inn at beninum undir Skansabrekkuni og onkur eitt sindur longur út á sjógv.

Hartil kom eisini eitt uppskot um at leggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð og eitt um at leggja tað við Boðanes.

Boðanes varð sáldað frá, tí tað verður mett at vera ov langt frá miðbýnum, og Skálatrøð varð sáldað frá, tí mett var, at hetta vildi havt ov stórar avleiðingar fyri býin, upplýsti Ólavur Jøkladal, formaður í dómsnevndini á tíðindafundi mánadagin, og kundi harvið staðfestast, at tað var full semja – konsensus – um Bursatanga.

Í dómsnevndini hava sitið Ólavur Jøkladal, formaður, umboðandi leiklistaráðið, Bjarni Wilhelm formaður í bygginevndini fyri tjóðleikhúsið, Poul Geert Hansen, umboðandi Uttanríkis- og mentamálaráðið, Jenny C. Petersen, umboðandi Tjóðpallin, Jóan Petur Hentze, umboðandi Tórshavnar kommunu, Birita Wardum, býararkitektur, Bárður í Baiansstovu, arkitektur hjá Landsverki og so tveir útlendskir fakdómarar, tilnevndir av Arkitektafelag Føroya, Ellen Braae úr Danmark og Thale Bjørnerheim úr Noregi.

Portalur til miðbýin
Dómsnevndin sigur millum annað soleiðis um avgerðina at velja Bursatanga sum staðseting:

- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.

- Samstundis kann staðsetingin tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru vág, soleiðis at bygningurin ikki ger seg inn á útsýnið út á havnarøkið ella á Tinganes.

- Henda staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.

- Atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin yviri við Strond.

- Ein staðseting við Bursatanga kann verða fyrsta stigið í eini býarmenning á Eystaru bryggju.

[object Object]

Virksemið á havnini flytir í summar
Við avgerðini um staðsetingina, er uppgávan nú latin Tórshavnar kommunu at gera tær neyðugu broytingarnar í byggisamtyktunum fyri økið, sum skulu til, áðrenn sjálv arkitektakappingin um hvussu tjóðleikhúsið skal síggja út, kann bjóðast út.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði á tíðindafundinum, at eftir at tað er eydnast kommununi at skapa meira lív í økinum undir Bryggjubakka og við Vágsbotn, hava tey saknað meira lív við Kongabrúnna og Eystaru vág.

Tað er tí hansara vón, at staðsetingin av einum tjóðleikhúsi við Bursatanga kann vera við til at fáa lív í hendan partin av býarnæra havnarøkinum eisini.

Borgarstjórin upplýsti, at seinni í ár verður nógv meira pláss á kaiøkinum við Eystaru bryggju, tí í august mánaða verður farið undir at flyta virksemi, sum flutningsfyritøkurnar hava á økinum innan fyri havnarskrivstovuna út á nýggja havnarøkið við Skansabryggjuna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

8 Leygardagur 13. mars 2021

Snotilig skúta

8.000 fermetrar av nýggjum teppi. 2.500 fermetrar av gólvið komnir afturat og heili tveir kilometrar av plastfoliu eru koyrdir upp á veggirnar

Skiparin, Petur av Vollanum, í nýggju barrini umborð, sum er 36 metrar oman fyri vatnskorpuni. Barrin ímyndar sluppina Westward Ho
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var nokk hjá teimum á Smyril Line at taka sær av og seta seg inn í fyrrapartin mánadagin. Norrøna kom mánamorgunin aftur úr Danmark, har skipið hevur verið í dokk og er nútímansgjørt fyri 100 milliónir krónur.

[object Object]

Ikki bara uttan, men inni er okkurt broytt. Tað merkist beinanvegin, tá ein kemur umborð. Flest øll munnu hava verið umborð á hesum stásiliga skipið áður, men nú er ein orsøk at gera ein túr afturat. Um ikki annað fyri at royna nýggju umstøðurnar.

Nógv er gjørt við skipið, síðani tað fór í dokk 19. desember. Tær 50 nýggju kabinurnar, sum eru har, sum Skybarr áður var og nýggja cafe’in ella matstaðið á dekk 10 er nakað sum longu hevur verið frammi, men umframt tað hevur nærum alt skipið fingið eina kærliga hond.

[object Object]

[object Object]

Hetta umfatar 8.000 fermetrar av nýggjum teppum og 450 lás, sum eru skift út.

Av tølum kunnu annars nevnast at 210 tons av stáli og 60 tons av aluminium eru bygd uppí Norrønu. 20 kilometrar av káplum eru drignir og fimm kilometrar av rørum eru løgd.

Í alt eru 2.500 fermetrar av gólvið komnir afturat, og umleið 600 av teimum eru í nýggju barrini á ovasta dekki.

[object Object]

Eitt sum sermerkir umbyggingina eru veggirnir. Heili tveir kilometrar av plastfoliu í alskyns sniði eru koyrdir upp á veggirnar. Talan er um ymsar gamlar myndir, sum ganga aftur á øllum hæddunum. Á teimum báðum ovastu hæddunum verður sjóneyka sett á skipini sum hava siglt við ferðafólki upp á Føroyar. Tað, sum skal ímynda træveggin aftanfyri, men sum í veruleikanum er folia, er tikið úr Parnassinum á Hotel Hafnia.

[object Object]

Á øðrum dekkum eru eldri myndir úr Havnini, og eisini úr Íslandi og Hetlandi.

[object Object]Eitt av nýggju dupultkømurunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Góðar umstøður eru í svituni (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Norrøna kom um átta tíðina í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir síggjast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

9
Leygardagur 13. mars 2021

Fruktin úr havsins dýpi

Einasta fiskamatstova í landinum bjóðar spennandi matskrá – súrgað lodna er spennandi at royna, men ikki hæddarpunktið á kvøldinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein og hvør eigur at unna sær eitt kvøld við spillfeskum sjógæti borðreitt nonsjalant á tilvildarliga fajansu, eins og tað verður gjørt á matstovuni Barbara Fishhouse í Gongini heima í Havn.

Hetta er ivaleyst einasta matstova í landinum, har alt høvuðstilfeingið kemur – stuttflutt – úr havinum, so at siga beint uttan fyri gluggarútin.

Herfyri lat Barbara uppaftur eftir koronastøðg við nýggjari matskrá og við nýggjum høvuðskokki, nevniliga Teiti Christensen, sum síðan hann kom heim frá glæsiligum matstovum í kongens København, hevur staðið fyri køkinum í Fútastovu, og er nú fluttur niðan um steinsetta skotið, og nú roynir síni kynstur á loftinum yvir Barbaru, kroysuni heima í Havn, sum einaferð, vistnokk, kallaðist á Kamarinum.

Ein kokkur, ið setir sær sum mál at fáa sum mest burtur úr egnum tilfeingi. Seinast við at sannføra okkum um, at innvølur úr seyði, avroð, sum mangan verður tveitt burtur, so sum eistur, indur og blóð, kann borðreiðast sum veitslumeti, eins og teir bestu kjøtbitarnir.

[object Object]Súrgað lodna við pickels

Súrgað lodna
Hesaferð vóru vit farin fyri at royna lodnu. Ein lítlan uppisjóvarfisk – guano, sum oftast – sum onkuntíð, onkuntíð ikki, er at fáa í íslendskum sjógvi, og sum føroyingar fáa burturav, bara teir lova at avreiða meginpartin av fonginum í Íslandi.

Okkurt kemur tó til Føroya, og matstovan Barbara hevur fingið hendur á eini ávísari mongd, sum til endamálið er súltað, so lodnan kann borðreiðast sum tað, sum í latínsku londunum verður kallað escabeche.

Sigast skal, at lodnu-escabeche ikki var gastronomiska hæddarpunktið í matarskránni, men kortini eitt upplivilsi í sær sjálvum. Men tað sló so ikki alt annað, ið fryntligu kvinnuligu tænararnir komu við á á borðini hetta kvøldið.

Súltaður fiskur saman við pickels verður sjáldan til annað enn tað gevur út til seg at vera, nevniliga súrt. Spennandi hevði verið at fingið smáfiskin broysknan og djúpstoktan ella okkurt líknandi – kanska næstu ferð.

[object Object]Rognkelsisrogn - frískligt

Spennandi smárættir
Smárættirnir eru annars tað, sum er mest spennandi, tá Barbara borðreiðri við alskyns upplivingum úr havsins dýpi. Laksatatar við leim, ronkelsisrogn við reyðleyki í smáum tertum, leskiligar saltfiskakrokettir (djúpstoktir fiskabollar) og kræklingar í tomatrómasúpan, kryddað við chorizo-pylsu.

Og so kemur hæddarpunktið – glóðsnerktur hummari uttan annað hóvasták enn einari hálvari sitrón, ið eisini er passaliga snerkt.

[object Object]Dampaðir góðbitar úr sjónum áðrenn soðið verður brætt omanyvir

Áðrenn høvuðsrætturin – vælkenda fiskasuppan, signaturrætturin við toski, jákupsskel og rækju og so fiskasoði í kannu at bræða oman yvir efti regnum ynski.

Við einum vælvaldum úrvali av ymsum hvítum vínum, aloftast úr Spania, er mettanarvælveran so mikið umliðin, at omaná-rætturin tyktist óneyðugur.

Tað er vælvera. Tað er føroysk rávøra og føroysk tænasta, tá hon er best. Nakað, ið øll eiga at unna sær. 

[object Object]Saltfiskakrokettir



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

10 Leygardagur 13. mars 2021

Standmynd fyri Ólavi á Heygum skal standa við Fossá

Privatpersónar hava tikið stig til at gera standmyndina – kommunan letur økið

Tekning: Høgni Kastalag
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vestmanna kommuna fer nú undir at gera økið við áarmunnan beint heiman fyri Fossá klárt til standmyndina av Ólavi á Heygum, sum mæti myndahøgarin Hans Pauli Olsen er farin undir at evna.

Tað er ein bólkur av vestmanningum, sum hava tikið stig til at fáa í lag at seta upp ein varða yvir Ólav á Heygum, sum verður mettur at vera ein undangongumaður á nógvum økjum, eitt nú fyri at fáa telefon- og ravmagnskervi í Føroyum.

Í vetur søkti ein nevnd, ið kallar seg Standmyndanevndin vegna Ólav á Heygum, Vestmanna kommunu um at veita eitt øki at seta standmyndina á. Í hesi serligu standmyndanevndini sita Bjarni Heinesen, formaður, Jóannes Fonsdal og Bárður á Steig Nielsen.

Tá standmyndin er liðug og uppsett, er ætlanin at økið skal handast Vestmanna kommunu.

Upprunaliga var ætlanin, at standmyndin skuldi standa á Heygum við útsýni yvir Heyganes hav Ólavur hevði sítt virksemi. Men fyrireikararnir eru seinni komnir ásamt um, at hetta økið kortini ikki er so væl egnað, og í samráð við millum annað listamannin og borgarstjóran, hava tey ístaðin valt trýhyrnta økið við áarmunnan beint heiman fyri Sev-bygningin til at seta standmyndina á.

Ólavur á Heygum legði lunnar til tað, sum bleiv til Sev, tá hann í 1907 fór undir at laða eina byrging í Fossá fyri at gera streym burtur úr máttinum í vatninum. Ólavur á Heygum legði eisini fyrstu telefonlinjuna í Føroyum, hon var millum Vestmanna og Havnina. Hann var eisini millum stovnararnar av Føroya Banka, nú BankNordik.

Á fundi í Vestmanna Bygdarráð síðst í januar varð samtykt at játta 90.000 krónur til skipan av økinum.

Tað verður, sum sagt Hans Pauli Olsen, sum kemur at evna standmyndina, og hann hevur fingið arkitektin Høgna Kastalag frá arkitektavirkinum Fuglark, til at gera tekningina yvir økið. Teir báðir høvdu eisini eitt vælegnað samstarv í sambandi við standmyndina av marmennilinum, ið varð avdúkað í Elduvík síðsta summar.

Umsitingin hjá Vestmanna kommunu hevur sæð tekningar og skitsur av sjálvari standmyndini. Men hetta var gjørt í trúnaði, og ætlanin er ikki at almenningurin skal síggja hvussu standmyndin sær út, fyrr enn hon verður avdúkað.

Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi vera einaferð í summar. 

[object Object](Mynd: Google)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

11 Leygardagur 13. mars 2021

Betri Banki hevði góðar 90 milliónir krónur í avlopi í fjør

Uppsparingin hjá føroyingum er í ávísan mun flutt í íløgur heldur enn til onga ella negativa rentu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysku húsarhaldini spardu umleið 600 milliónir krónur upp í føroysku peningastovnunum í 2020. Hetta er í tráð við gongdina, sum hevur verið seinastu árini. 2020 var eitt øðrvísi ár orsakað av koronafarsóttini, og tí er vert at leggja til merkis, at farsóttin hevur havt lítla ávirkan á uppsparingarmynstrið hjá føroyingum.

Ein broyting var tó, at munandi fleiri íløguhandlar vórðu gjørdir í 2020 enn í 2019. Betri Banki hevur fleiri ferðir víst á, at tað er ein møgulig loysn at gera íløgur í virðisbrøv í mun til at hava pening standandi á kontu til lítla, onga ella negativa rentu.

Vøkstur í fíggingum kring landið
Bankin leggur dent á at fíggja um allar Føroyar, og hetta sæst aftur í útlánstølunum fyri 2020.

Samlaði vøksturin í nýggjum útlánum var nøkulunda tann sami í økjum uttan fyri Tórshavn, sum hann var í Tórshavn. 

[object Object]
Jean Djurhuus, her t.h. saman við Helga L. Petersen stjóra í BetriPensjón (Savnsmynd)

- Tað er av stórum týdningi fyri okkum at fíggja um allar Føroyar, og tí er gleðiligt at síggja, at vit røkka um alt landið við okkara fíggingartænastum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Serliga sást, at fleiri føroyingar velja realkredittlán sum fíggingarmøguleika, har møguleiki eisini er við fastari rentu. Vøksturin var lutfalsliga stórur í 2020. Hetta lánislagið vaks við nærum 15 prosent ella knøppum 200 milliónum krónum.  

Eggja føroyingum til at gera grønar íløgur
Í 2020 lækkaði bankin rentur á grønum lánum. Hetta merkir, at kundar, sum vilja gera orkuvinarligar umvælingar ella læna pening til grøn akfør, fáa ágóðan av eini lægri rentu.

Eftirspurningurin eftir umhvørvisvinarligum loysnum er stórur, og tí leggur bankin dent á at gera tað ómakaleyst hjá føroyingum at taka lán til hetta endamálið.  

Góð útlit, hóast einstakar vinnur eru hart raktar
Hóast koronafarsóttin ikki er hæsað av, tykjast útlitini bjartari, nú byrjað er at koppseta, og tamarhald er á smittuni í Føroyum.

Eyðsæð er, at einstakar vinnur í føroyska búskapinum eru harðari raktar enn aðrar vinnur. Hesar vinnurnar hava hórað undan við hjálp frá eigarum, peningastovnum, og eitt nú hjálparpakkum. Váðin er framvegis lutfalsliga høgur í hesum vinnum.

Tí hevur bankin sett umleið 60 milliónir krónur av móti møguligari ávirkan, sum koronafarsóttin kann hava við sær.

Samanumtikið verður tó mett, at færri váðar eru at síggja í 2021 samanborið við 2020, tí tað er sannlíkt, at gerandisdagurin er vorðin vanligari í seinnu hálvu av 2021.

Árið í stuttum:

  • Ársúrslitið: 90,5 mió. kr. 
  • Úrslitið áðrenn skatt: 110,3 mió. kr. 
  • Fíggjarstøðan javnvigar við 10.058 mió. kr. 
  • Útlán: 6.414 mió. kr. 
  • Innlán: 8.057 mió. kr.
  • Eginpeningur: 1.813 mió. kr.  
  •  Solvensurin við árslok er 29,5% 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

12 Leygardagur 13. mars 2021

Trygd 12,5 milliónir í avlopi

Trygd hevði eitt gott úrslit í 2020 hóast árið byrjaði við nógvum illveðri og sostatt stórum skaðaendurgjøldum, og korona elvdi eisini til stór endurgjøld

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast 2020 hevur verið merkt av stórum skaðaendurgjøldum og koronafarsóttini, eru úrslitini, nú roknskapurin er lagdur fram, góð. Trygd hevði 12,5 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2020.

Gongdin hjá Trygd í 2020 hevur sum heild verið misjøvn. Árið byrjaði við nógvum illveðri og sostatt stórum skaðaendurgjøldum. Fyrst í mars vórðu nærum 300 fráboðanir um skaðar í sambandi við illveður viðgjørdar, og hetta er væl hægri enn undanfarin ár. Síðani byrjaði koronafarsóttin at gera um seg, og farsóttin elvdi til nógvar fyrispurningar um avlýstar uttanlandsferðir og tískil økt arbeiðstrýst hjá Trygd. Íkomna støðan við covid-19 elvdi sjálvsagt eisini til stór endurgjøld.

Seinna hálva av 2020 var tó ikki eins baldrut og fyrsta hálva. Hetta var ikki minst orsakað av, at veðrið háttaði sær væl seinna hálvár.

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitini fyri 2020. Tað er eingin loyna, at árið fekk eina heldur avbjóðandi byrjan við nógvum illveðri og eini heimsfarsótt, sum høvdu við sær stór skaða- og avlýsingarendurgjøld. Síðani hevur gongdin verið góð, og 2020 hilnaðist betri enn líkt var til á vári í fjør. So vónirnar fyri 2021 eru góðar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

[object Object]Brian Smedemark, stjóri

Grønar og burðardyggar verkætlanir
Hóast koronafarsóttin hevur elvt til økt arbeiðstrýst og avmarkingar, hevur felagið kortini havt stundir at menna fleiri verkætlanir. Sum partur av at gerast ein meira grøn og burðardygg fyritøka, er Trygd farið undir at skifta allar sínar bilar út við el-bilar. Harafturat hevur felagið eisini valt at keypa millum annað endurnýttar teldur til skrivstovubrúk í tilgongdini at gerast ein meira burðardygg fyritøka.

Trygd samstarvar við Ráðið fyri ferðslutrygd, ið ger eitt megnar arbeiði fyri at bøta um ferðslutrygdina. Trygd samstarvar eisini við Landsverk um hagtøl fyri vegastrekkir við nógvum skaðum, og hetta er ein ítøkilig verkætlan, ið leypandi skal betra um ferðslutrygdina. Í 2020 læt eingin lív í ferðsluni, og tað er at fegnast um.

- Nýskapan og umhvørvið verða lyklaorðini hjá Trygd komandi árini. Sum ein lutfalsliga nýggjur aktørur vilja vit áhaldandi skapa kapping og vera við til at menna føroyska tryggingarmarknaðin. Sum ein nútíðarhóskandi fyritøka er tað púra natúrligt, at umhvørvisatlit og burðardygd fylla nógv í hesi tilgongdini, ið bæði gangar okkum sum fyritøku, okkara kundum og samfelagnum vit eru partur av”, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Roknskapurin í stuttum

• Ársúrslitið fyri skatt var 12,5 mió. kr. í 2020, meðan úrslitið fyri 2019 var 14,5 mió. kr.

• Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 10,2 mió. kr. í 2020, og til samanberingar var ársúrslitið eftir skatt
í fjør 14,5 mió. kr.

• Tryggingartekniska úrslitið var 13,4 mió kr. í 2020 samanborið við 18,4 mió kr. í 2019.

• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,8 mió kr. í 2020 og vóru tilsamans 135,8 mió. kr. Hækkingin stavar frá nýggjum kundum og fleiri tryggingum til verandi kundar.

• Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 69 mió. kr. í 2019 upp í 84 mió kr. í 2020.

• Skaðaprosentparturin hækkaði úr 61,3% í 2019 upp í 69,6% í 2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

13 Leygardagur 13. mars 2021

Skulu ikki vænta hjálparpakka

Tær fyritøkur, sum væntast at fáa ein lønandi rakstur, tá samfelagið aftur verður rikið sum vanligt, fáa óivað ta neyðugu hjálpina frá peningastovnunum, sigur Helgi Abrahamsen

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað er rætt, at fleiri íverksetarar og smærri vinnurekandi hava havt tað trupult seinasta árið, men nú lýsnar av álvara. Eftir ætlan verða føroyingar liðugt koppsettir longu í juni í ár og kann samfelagið tá í stóran mun lata uppaftur. Tað er besti hjálparpakkin, hesar fyritøkur kunnu fáa.

Hetta er svarið frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, til Aksel V. Johannesen, tingmann, sum í grein 52a fyrispurningi spurdi um hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi.

Men fyritøkurnar skulu ikki rokna við nøkrum frá landinum. Hinvegin væntar landsstýrismaðurin, at fyritøkur fáa neyðugu hjálpina frá peningastovnunum.

- Tær fyritøkur, sum væntast at fáa ein lønandi rakstur, tá samfelagið aftur verður rikið sum vanligt, fáa óivað ta neyðugu hjálpina frá peningastovnunum hesar næstu fáu mánaðirnar, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

- Broytist støðan aftur til tað verra, og tað ímóti øllum væntanum ikki ber til at lata uppaftur sum  ætlað, kann sjálvandi gerast neyðugt við almennum tiltøkum, sum tað bleiv gjørt við t.d. hjálparpakkunum.

Helgi Abrahamsen sigur, at nógvar 129 umsóknir vóru at fáa stuðul úr hjálparpakka 2.

- Av teimum vórðu 6 umsóknir sýttar, tí grundleggjandi treytir ikki vóru loknar. 26 fyritøkur skuldu gjalda allan stuðulin aftur, antin tí tær ikki lótu endaliga uppgerð inn, ella tí at niðurgongdin í umsetningi var minni enn 40%. TAKS gjørdi regulering í útreiðslunum hjá 26 fyritøkum, tí mett varð ikki, at talan var um fastar útreiðslur, og tískil skuldi fyritøkan rinda part av stuðlinum aftur.

- Harumframt vóru aðrar 30 fyritøkur, har talan var um automatiska regulering í samband við uppgerð. Hetta var antin tí tey bert skuldu hava endurgoldið 50% og ikki 75%, sum væntað varð í umsóknini, ella tí onkur útreiðslupostur bleiv minni enn væntað. 30 fyritøkur fingu hægri stuðul, eftir at uppgerðin varð latin inn, enn væntað varð í umsóknini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

14 Leygardagur 13. mars 2021

Sirið Stenberg: Ólavsøkuaftan skal vera almennur frídagur

Fyri nógv er ólavsøkuaftan bert hálvur frídagur ella arbeiðsdagur, og tá samferðslan er avmarkað hendan dagin, eru fleiri, sum ikki hava møguleika at fara til Havnar á ólavsøku, sigur tingkvinnan, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at gera 28. juli til frídag

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ólavsøkuaftan eigur at verða almennur frídagur. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Hon hevur lagt fram uppskot fyri ting um at tryggja, at 28. juli, verður frídagur.

Í viðmerkingum til uppskotið vísir tingkvinnan á, at tað er sera ymiskt, hvussu frídagar hjá ymisku starvsbólkunum liggja, men fyri nógv er ólavsøkuaftan bert hálvur frídagur, og í ávísum førum er hesin dagurin arbeiðsdagur.

– Ólavsøkan verður hildin í Havn og samferðslan fyri tey, sum búgva kring landið, er avmarkað merkisdagar. Hetta ger, at tað eru mong arbeiðsfólk, sum ikki hava møguleika at fara á ólavsøku, tí dagurin ofta partvís er arbeiðsdagur og vegna avmarkaðu samferðsluviðurskiftini. Veruleikin er nokk tann, at hetta so gott sum einans rakar fólk í útjaðaranum.

– Gamalt hevur annars verið, at á ólavsøku stevna øll til høvuðsstaðin. Ólavsøkuaftan er stórur kappróðrar-og ítróttardagur, umframt at alskyns mentanartiltøk og annað er. Gott hevði verið, um øll høvdu møguleika at taka lut í hesum, sigur Sirið Stenberg.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021

15 Leygardagur 13. mars 2021

Boð eftir Sólvit Nolsø í Fólkaflokkinum

Tíðindafólk í Kringvarpinum fer í starv hjá Fólkaflokkinum

Skíggjamynd úr Degi og viku í síðstu viku (Skíggjamynd KVF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tann 1. apríl tekur Sólvit Emilsson Nolsø við sum skrivari í Fólkaflokkinum. Tað váttar miðlamaðurin fyri Norðlýsinum.

Hann hevur seinastu árini arbeitt í Kringvarpi Føroya sum tíðindafólk, og eisini verið vertur í fleiri sendingum. Millum annað Degi og viku.

Sólvit Nolsø hevur í fleiri førum stillað upp fyri Fólkaflokkin, og hevur eisini verið formaður í Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

16 Leygardagur 13. mars 2021

Ingolf S. Olsen aftur á ting

Formaðurin í Tjóðveldi hevur biðið um farloyvi í óásetta tíð, og næsti maðurin á listanum er Ingolf S. Olsen

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ingolf S. Olsen, sum er nummar átta á tjóðveldislistanum við 248 atkvøðum, fær nú høvi at taka sæti á tingi fyri Høgna Hoydal.

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevur biðið um farloyvi í óásetta tíð, og næsti maður á listanum kemur inn fyri hann.

Páll á Reynatúgvu er fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi, og situr á tingi fyri Kristinu Háfoss, sum fyri stuttum bleiv stjóri í Norðurlandaráðnum.

Farloyvið hjá Høgna Hoydal er frá mánadegnum 15. mars at rokna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

17 Leygardagur 13. mars 2021

Føroyingar skulu aftur fáa ókeypis viðgerð í Danmark

Ein lógarbroyting í 2019 hevði við sær at føroyingar og grønlendingar vóru bólkaðir á sama hátt sum onnur ferðafólk í Danmark, og kravdir eftir gjaldi fyri sjúkraviðgerð. Hetta verður nú broytt aftur

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við eini lógarbroyting í 2019, vóru føroyingar og grønlendingar bólkaðir á sama hátt sum onnur ferðafólk í Danmark, og kravdir eftir gjaldi fyri sjúkraviðgerð. Tað verður nú broytt aftur.

Lógarbroytingin í donsku heilsulógini í 2019 førdi við sær, at fólk við tørvi á sjúkraviðgerð í Danmark sjálvi skuldu rinda fyri hesa, búðu tey uttanfyri Danmark – eisini um tey búðu í Ríkisfelagsskapinum. Upprunaliga var hendan lógarbroytingin ætlað ferðafólkum, soleiðis, at danski skattgjaldarin ikki skuldi bera kostnaðin av møguligum viðgerðum, meðan ferðafólkini vitjaðu Danmark.

Nú verður lógin tillagað soleiðis, at allir ríkisborgarar aftur fáa ókeypis bráðfeingis og framhaldandi sjúkrahúsviðgerð í Danmark uttan mun til, hvar í ríkinum tey eru búsett. Somu reglur eru longu galdandi í Føroyum og Grønlandi.

Uppskotið, sum kom til fyrstu viðgerð á Fólkatingi í dag, førir eisini tríggjar aðrar broytingar við sær. Millum annað innan millumkommunal endurgjøld av ymiskum viðgerðum, umframt eina dagføring av donsku heilsulógini, sum merkir, at samsvar verður millum donsku og føroysku heilsulógirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

18 Leygardagur 13. mars 2021

Nú eru vit oman fyri 53.000 fólk

Fólkatalið 1. februar var vaksið við 798 fólkum í mun til somu tí í fjør. Nettotilflytingin er minkað nakað, men burðaravlopið var tað størsta í 16 ár

Nýggjastu tølini vísa, at vøksturin frá 1. februar 2020 til 1. februar í ár var 1,5 prosent (Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hagstovan hevur aftur gjørt fólkatalið upp. Nýggjastu tølini vísa, at vøksturin frá 1. februar 2020 til 1. februar í ár var 1,5 prosent. Í tólv-mánaðarskeiðnum frammandundan var vøksturin 1,7 prosent. 

[object Object]
Nettotilflytingin var 131 fólk færri, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri (Mynd: Hagstova Føroya)

- Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at seinastu sjey árini hevur tilflytingin til Føroyar verið størri enn fráflytingin. 

- Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór

[object Object]

Sambært Hagstovuni var burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, í fjør tað størsta seinastu 16 árini.

Tey flestu av teimum nú 53,022 í Føroyum búgva í høvuðsstaðarøkinum, ið eisini hevði nógv tann størsta fólkavøksturin frá 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Lutfalsligi vøkstruin var annars javnt stórur í Tórshavnarøkinum,  Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8 prosent. Tølini vísa eisini, at Sandoyarøkið og Suðuroyggin hava havt stóra tilflyting, og tann størsti lutfalsligi vøksturin er tann í Sandoyarøkinum - 2,1 prosent.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

19 Leygardagur 13. mars 2021

Løgmaður raðfestir burðardyggan vøkstur

Undanfarna fríggjadag hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sín fyrsta fund í Vakstrarforum, ið er ein arbeiðsbólkur, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundinum umrøddi Vakstrarforum, hvørji høvuðsøki í samfelagnum eru mest uppløgd at arbeiða meira nágreiniliga við, og sum harvið skulu raðfestast politiskt.

Ein niðurstøða av fundinum var, at Vakstrarforum beinanvegin eigur at arbeiða við havinum sum vakstrarøki. Vakstrarforum er samt um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum.

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen var eina løtu gestur á fundinum gjøgnum video. Hann greiddi frá sínum royndum við at leiða ymisk forum.

[object Object]

– Føroyar skulu fyrireika seg til framtíðina. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Vælferðin kemur ikki av sær sjálvari. Tí havi eg sett eitt vakstrarforum á stovn, ið skal seta nøkur ýti. Við hesum stinga vit út í kortið og tryggja vælferðina í framtíðini, segði løgmaður eftir fundin.

Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr.

Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2021

20 Leygardagur 13. mars 2021

Hagstovan: Føroyska arbeiðsfjøldin framvegis tann virknasta í Evropa

Samanborið við onnur lond er arbeiðsfjøldin í Føroyum størri enn í øðrum evropeiskum londum, bæði hjá monnum og kvinnum

Mynd: Hagstovan
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Føroyum eru 37.700 fólk í aldrinum 15 til 74 ár, og av teimum eru 31.800 vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84 prosent av fólkinum í hesum aldursbólkinum. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk, svarandi til 16 prosent.

Sambært Hagstovu Føroya, sum gjørdi eina arbeiðsfjøldarteling í november, er hetta størsti vinnutíttleikin í Evropa.

Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum er 84,3 prosent roknaður fyri bæði kyn, og ávíkavíst 86,1 og 82,4 prosent hjá monnum og kvinnum.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum. Tað landið, sum liggur næst aftanfyri er Ísland, skrivar Hagstovan.

Vøksturin javnt býttur millum kynini
Seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin er javnt býttur millum kynini við uml. 1.000 fólkum hjá hvørjum. Ein lítil vøkstur var eisini í fjør hóast korona.

Arbeiðsfjøldin fevnir um øll vinnuliga virkin – løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi, arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.

Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, sum eru undir útbúgving, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. vegna aldur ella øðrum.

Javnt um alt landið
Vinnutíttleikin er sum heild javnt stórur um alt landið. Í tali er arbeiðsfjøldin størst í Suðurstreymi, tí har búgva flest fólk.

Í mun til fólkatalið er arbeiðsfjøldin tó javnt stór í Norðstreymi og Suðurstreymi – 84 prosent. Í Norðoyggjum er hon 83 prosent, í Eysturoynni er hon 81 prosent, í Suðuroy 80 prosent, í Vágum 79 prosent, og í Sandoyarøkinum 78 prosent.

Hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í Vágum við 89 prosent, meðan hann hjá kvinnum er størstur í Suður- og Norðstreymi við 84 prosent.

Til altjóða samanberingar er vinnutíttleikin í øllum økjum í Føroyum væl omanfyri títtleikan í Evropa, skrivar Hagstovan.

Til samanberingar er vinnutíttleikin í Danmark og í Bretlandi um 70 prosent.

Munurin millum kynini minni í Føroyum
At Føroyar hevur virknastu arbeiðsfjøldina í Evropa í mun til fólkatalið er ikki nakað nýtt. Hetta hevur mann eisini staðfest í undanfarnum kanningum.

Tá hugt verður at úrslitinum fyri bæði kynini tilsamans, eru Føroyar, sum kunnugt, fremst við 84 prosent, og síðani kemur Ísland við 81 prosent, og Sveis við 76 prosent, og Svøríki við 74 prosent.

Lægsti vinnutittleikin er í Turkalandi og Italia við 53-56 prosent.

Hjá monnum eru Føroyar og Ísland aftur nummar eitt og tvey við ávikavíst 86 og 85 prosent, og hjá kvinnum eru Føroyar og Ísland fremst við ávikavíst 82 og 77 prosent.

Munurin millum kynini er eisini minni í Føroyum enn aðrastaðni. Í Føroyum eru bert 4 prosent á muni, men í Íslandi og Danmark er munurin 8 prosent. Munurin er í miðal 12 prosent fyri ES-londini.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

21 Leygardagur 13. mars 2021

Kommunan keypir bygningarnar hjá T. F. Thomsen

Býráðið á Tvøroyri samtykti í vikuni at keypa søguligu bygningarnar fyri 4,4 milliónir krónur

(Mynd: Tvøroyar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvøroyar býráð hevur samtykt at keypa ognarnar eftir A/S T. F. Thomsen á Tvøroyri.

Søguliga sæð er her talan um millum teir mest áhugaverdu bygningar í landinum, sum lýsa politisku søguna um Kongaliga Einahandilin; vinnusøguna um tá Føroyar fóru frá landbúnaði til fiskivinnu; søguna um Føroya fyrstu veruligu arbeiðarastætt; um Føroya fyrstu fakfeløg og um tað mentanar- og ítróttarlív, sum spratt á Tvøroyri og seinni kring um í Føroyum, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðuni.

Fyrrverandi eigarin, Sp/f Coldstream, hevur boðað kommuni frá, at felagið ynskti at selja allar ognirnar til Tvøroyrar kommunu, tí teir hava áhuga í, at ognin verður varðveitt í sínum uppruna. Sagt var, at teir mettu at Tvøroyrar kommuna er rætti eigarin, ið kann tryggja at ognirnar verða varðveittar í andanum og ynskinum hjá Poul Hansen sála, ið andaðist í 2019, og sum keypti hesar í 2010, við áhuga fyri at ognirnar blivu varðveittar.

Tvøroyrar kommuna hevur síðani 2010 leiga part av einum av pakkhúsinum til ungdómshús, og nú tað stóð kommununi í boði at keypa alla ognirnar fyri kr. 4,4 mió, valdi umsitingin at leggja uppskotið fyri býráðið.

Ætlanin er fyri fyrst, at fremja nakrar umvælingarnar á Gl. Kgl. Handilin og Pakkhús nr. 5, og at ognirnar annars vera nýttar til alment gagnligt endamál, og vera karmur um mentanarlig tiltøk, til gagn fyri fólk og bý.

Eisini er ætlanin at fríðkað um fiskaplássið og fremja tillagingar, til frama fyri ferðsluna í miðbýnum, sigur kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

22 Leygardagur 13. mars 2021

ÍSF biðið um 3,5 milliónir úr landskassanum

Inntøkumissurin orsaka av stongslinum í fjør svíðir nú svárt hjá ítróttafeløgunum, sigur Elin H. Joensen, ÍSF-forseti

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundi við Jenis av Rana, landsstýrismann, gjørdi ÍSF fyrr í vikuni greitt, at inntøkumissurin, sum føroysk ítróttarfeløg høvdu í seinnu hálvu av 2020, nú merkist av álvara.

- Vit heita staðiliga á landsstýrið um at lata ítróttinum ein hjálparpakka, so virksemið kring landið kann halda fram ótarnað, sigur Elin H. Joensen, ÍSF forseti.

- Ítróttarfeløgini gera árliga eitt stórt arbeiði fyri at savna pening inn. Til dømis við at standa sum vaktir til festivalar, við at hava bingo og tombola – og at skipa fyri tiltøkum av ymsum slagi. Men hetta lat seg ikki gera í fjør – og tann inntøkumissurin svíður nú svárt. Hesar inntøkurnar eru jú grundarlagið undir øllum virkseminum í føroyska ítróttinum, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

ÍSF hevur kannað fíggjarligu støðuna hjá føroyskum ítrótti, og greitt er, at tað vanta 3,5 milliónir krónur í. Hetta er peningur, sum skal brúkast til at fíggja virksemið – til dømis at rinda fyri venjarar, høli, búnar og tílíkt. Støðan er álvarsom, vísir Elin H. Joensen á.

Virðið í felagsskapinum er prógvað
Trupla støðan var mánamorgunin løgd fyri Jenis av Rana, landsstýrismann, og heitt var staðiliga á hann um at tryggja ítróttinum ein hjálparpakka á 3,5 milliónir krónur úr landskassanum.

- Farna árið hevur um nakað prógvað virðið av felagsskapinum. Vit hava av álvara fingið staðfest týdningin av, at bæði vaksin og børn kunnu røra okkum saman við øðrum undir tryggum umstøðum. Vit hava verið heppin í Føroyum, tí vit kundu stórt sæð íðka og kappast sum vant alla seinnu hálvu av 2020. Men inntøkurnar hava ikki staðið mát, tí tiltøkini, har feløgini kundu forvinna til dagliga nýtslu, vórðu avlýst, vísir Elin H Joensen á.

ÍSF staðfestir, at fundurin við landsstýrismannin var positivur, og hann tóktiskt skilja truplu støðuna, sum ítróttarfeløgini nú eru komin í. Hann kundi tó ikki lova nakað, tí enn hevur landsstýrið ikki gjørt av, hvørt fleiri hjálparpakkar verða lætnir – og tíansheldur hvør í so fall skal fáa burturav.

- Hesa vikuna fer landsstýrið ætlandi at taka eina avgerð um hesi viðurskiftini, so enn vita vit einki. Men nú kennir Jenis av Rana bæði til tørvin - og til avleiðingarnar, sum verða, um føroysk ítróttarfeløg ikki fáa fíggjarligan styrk fyri mistu inntøkuna seinnu hálvu av 2020, sigur forsetin í ÍSF.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

23 Leygardagur 13. mars 2021

625 nýggj áskoðarapláss skulu gera Djúpumýru til reiðar at hýsa evropeiskum dystum

Norðhús fer beinanvegin í gongd við at gera sitipláss á eystaru síðu - aftanfyri annað málið. Hetta skal millum annað tryggja, at mansliðið hjá KÍ skal spæla evropeiskan heimadyst í summar. Verkætlanin kostar seks milliónir krónur

Ætlanin er, at at arbeiði skal vera seinasti liður í at fáa vøllin við Djúpumýru endiliga góðkendan til altjóða dystir (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Arbeiðið við at dagføra økið við Djúpumýru hevur verið í gongd í eina tíð. Endamálið hevur verið at betra um umstøðurnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagið og at tryggja, at til ber hjá fremstu liðunum hjá KÍ at hýsa evropeiskum dystum, eins og at kvinnulandsliðini og ungdómslandsliðini kunnu spæla í Klaksvík.

Í fjør varð eitt stórt fet tikið, tá Bláa Skýlið varð gjørt. Nú er tað mesta í skýlinum suðureftir liðugt, men fyri at leikvøllurin skal verða góðkendir til evroepeiskar og ymsar altjóða dystir, so er neyðugt við fleiri áskoðaraplássum.

UEFA gav góðkenning til Djúpumýru sum leikvøll á sumri í fjør, men tað var til dyst uttan áskoðarar. Ein slíkur skuldi fara fram í august, men orsakað av koronutilburðum í ferðalagnum hjá Slovan Bratislava varð Champions League-dysturin ongantíð spældur. Um nógv vinnandi kvinnuliðið hjá KÍ hevði trekt heimavøll í Champions League tíðliga í vetur, so hevði dysturin verið leiktur í Klaksvík.

Neyðugt er við 1.500 sitiplássum, fyri at ein leikvøllur kann verða skrásettur í "bólki 2" hjá UEFA.

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum at útvega tey írestandi áskoðaraplássini, sum mangla í at fáa vøllin altjóða góðkendan, og nú hevur Klaksvíkar kommuna boðað frá, at 625 nýggj áskoðarapláss verða løgd aftruat við Djúpumýru.

Tey verða við eystaru síðu av vøllinum. Tað vil siga aftanfyri eina málið - við Jógvan Waagsteinsgøtu. Mett verður, at hetta er ein betri loysn enn at leingja Bláa Skýlið. 

[object Object]

Tekning av, hvussu tað eftir ætlan fer at síggja út um nakrar mánaðir við Djúpumýru (Mynd: klaksvík.fo)

[object Object]

Hjalti Josephsen frá Norðhús og Karl Johansen, borgarstjóri hava undirritað sáttmálan (Mynd: klaksvik.fo)

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, og nú besta mansliðið hjá KÍ aftur hevur evropeiska uppgávu fyri framman í summar, so verður farið í gongd við arbeiðið beinanvegin, so at áskoðaraplássini kunnu verða tøk til dystirnar í summar. Hetta vænta ráðgevarnir hjá kommununi verður møguligt. 

Tað er Norðhús, ið skal gera arbeiði. Avtala varð gjørd millum byggifyritøkuna og kommununa í dag. Kostnaðurin fyri hesa verkætlan er seks milliónir krónur. Harav hevur FSF givið tilsøgn um tvær millónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

24 Leygardagur 13. mars 2021

Klaksvíkar kommuna komin uppí Talgildu Føroyar

Næst størsta kommunan í landinum er nú eisini partur av Talgildu Føroyum. Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, skrivaðu í gjár undir avtalu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinnapartin grækarismessudag skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, undir avtalu um Talgildu Føroyar. Við avtaluni er Klaksvík vorðin partur av Talgildu Føroyum. Hvannasunds kommuna hevur eisini gjørt avtalu av sama slag. 

Kommunurnar fáa atgongd til talgilda undirstøðukervið, og kunnu, saman við 16 øðrum kommunum, fara undir at menna talgildar tænastur til borgararnar á Vanganum. Klaksvíkar og Hvannasunds kommuna rinda samanlagt 2,78 milliónir krónur fyri luttøkuna. 

[object Object]Jørgen Niclasen og Karl Johansen (Mynd: Fíggjarmálaráðið)

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fegnast um, at Klaksvíkar og Hvannasunds kommuna eru vorðnar partur av Talgildu Føroyum. Gott 5.300 fólk búgva í Klaksvíkar kommunu og umleið 400 í Hvannasundi. Nú eru umleið 45.000 føroyingar fevndir av kommunala samstarvinum við Talgildu Føroyar. Írestandi kommunurnar eru hugaðar í at luttaka í felags menningini av talgildum tænastum. Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast – stovnar og kommunur fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum. 

- Uttan mun til hvar tú býrt, skalt tú kunna fáa atgongd til talgildu tænasturnar, sum verða mentar. Við felags menning og loysnum fáa allir partar av samfelagnum ágóða av talgilda undirstøðukervinum. Talgildu Føroyar menna føroyskar tænastur á høgum støði, har trygd, skynsemi og atkoma fyri øll eru sett í miðdepilin, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. 

Í oktober í fjør vórðu Samleikin og Vangin tikin í nýtslu. Áhugin fyri loysnunum er stórur. 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan og kunnu brúka tænasturnar hjá teimum sjey tænastuveitarunum, ið longu eru á Vanganum. Harumframt eru fleiri fyritøkur og stovnar áhugaði at nýta loysnirnar til egnar tænastur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

25 Leygardagur 13. mars 2021

SEV: Grønur februar í Suðuroy

Í februar var tilsamans 52 prosent av elframleiðsluni í Suðuroy úr varandi orkukeldum, seliga var tað vindorkan, sum gjørdi munin

Vindmyllulundin í Porkeri (Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aðruhvørja ferð, suðringar tendraðu ljósið í februar, kom streymurin úr varandi orkukeldum.

Vindorka, vatnorka og sólorka stóðu nevniliga fyri tilsamans 52 prosentum av elframleiðsluni í Suðuroy í februar, skrivar SEV á heimasíðuna.

Í februar var tað var serliga vindorkan, sum gjørdi munin. Vindmyllulundin í Porkeri framleiddi 1.052 MWt, sum er góð 36 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuverkið í Botni framleiddi 458 MWt, sum er 16 prosent av framleiðsluni.

Elframleiðslan úr olju kom upp á 48 prosent av samlaðu framleiðsluni, og hetta kann samanberast við februar í fjør, tá oljuframleiðslan var góð 86 prosent, skrivar elfelagið.

Klára veðrið í fyrru helvt av februar hevði eisini við sær, at sólorkulundin í Sumba framleiddi lutfalsliga nógv; nærum fimm MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá á leið 16 húskjum. Besti dagurin í Sumba var 22. februar, tá framleiðslan kom upp á 464 kWt.

SEV leggur afturat, at eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni eisini var 7,8 prosent hægri í februar í ár enn í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

26 Leygardagur 13. mars 2021

Seta framleiðsluútgerðina upp í næstum

Ginnið frá Faer Isles kemur væntandi á marknaðin í summar, og whisky um trý ár. Faer Isles Distillery bjóðar nú fólki at tekna partaprøv í felagnum. Hetta er størsta hópfígging í Føroya søgu

(Mynd: Faer Isles Distillery)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Faer Isles Distillery PF bjóðar nú almenninginum at tekna partabrøv í felagnum í størstu hópfígging í Føroya søgu.

Felagið hevur síðani 2018 arbeitt við at fyrireika vinnuliga framleiðslu av whisky og ginni í Føroyum. Royndarframleiðslan er farin fram á granskingarstovuni iNova, og keypsavtala er gjørd um 24.000 fermetrar av jørð norðan fyri Kvívík, har komandi distillaríið og goymsluhølini skulu byggjast.

[object Object]

Í næstum verður framleiðsluútgerðin sett upp í leigaðum fyribils høli í Vestmanna. Ginnið frá Faer Isles kemur væntandi á marknaðin í summar, meðan whisky skal búnast í 3 ár, áðrenn tað kemur á marknaðin.

Fyri at fáa kapitalinnskot til at gera neyðugu íløgurnar, bjóðar felagið nú íleggjarum at gerast partur av felagnum. Útboðið verður skipað sum hópfígging og byrjar mánamorgunin 15. mars.

Hetta er størsta hópfígging í Føroya søgu. Í sambandi við útboðið er gjørd ein íleggjaraframløga, ið lýsir verkætlanina neyvt. Hon kann takast niður av heimasíðuni.

Faer Isles Distillery bjóðaði í heyst fólki at gerast stovnandi limir. Hetta eydnaðist sera væl, og 1100 stovnarar úr 22 londum keyptu limaskap. Hesir stovnandi limir fingu sum tey fyrstu fyri góðari viku síðani høvi at tekna partabrøv, og longu nú hava knapt 300 limir teknað partabrøv í felagnum. Felagið nærkast tí longu minstamarkinum á 3 milliónir, sum er ásett.

Til ber longu nú at fyribils skráseta seg á heimasíðuni, og hetta hava fleiri enn 500 fólk longu gjørt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

27 Leygardagur 13. mars 2021

Sev arbeiðir víðari við vindmylluverkætlan á Eiði

Kommunan skipar fyri borgarafundi týsdagin 

(Tillagað mynd: Sev)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Verkætlanin at byggja seks vindmyllur oman fyri Eiðis bygd, er minkað niður í fýra vindmyllur, og nú arbeiðir Sev við at fáa hesar fýra vindmyllurnar settar upp næsta ár.

Men tað krevur, at neyðugu loyvini verða fingin til vega skjótt, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá Sev við heimasíðuna sev.fo.

Enn vantar byggiloyvi, avgerð frá Yvirfriðingarnevndini og avtalan við hagan um lendið.

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann útboðið hjá orkumyndugleikanum um vindmyllulund á 18 MW við Eiði í 2019, og fór beinanvegin undir fyrireikandi arbeiðið, sum millum annað umfatar árinsmetingar, umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi, avtalu við haga um lendið osfr. Hetta arbeiðið hevur tó tikið væl longri tíð, enn væntað.

Umsókn um byggiloyvi varð latin Eiðis kommunu 19. november 2019, við eini dagføring 17. august 2020, men av ymsum orsøkum varð umsóknin ikki viðgjørd av fráfarna bygdaráði.

Dagføringin 17. august 2020 kom eftir, at avgerð var tikin um at minka vindmyllulundina úr seks myllum á 18 MW niður í fýra myllur á tilsamans 12 MW, staðsettar í haganum Suðurhelvt.

SEV samskiftir í løtuni við nýggja bygdaráðið á Eiði um byggiloyvi, og í hesum sambandi hevur bygdaráðið kallað inn til borgarafund týsdagin 16. mars.

Á borgarafundinum fara umboð fyri SEV at greiða frá verkætlanini og at svara spurningum og ivamálum, sum eiðisfólk hava um vindmyllurnar og verkætlanina sum heild.

Myndir eru gjørdar, sum vísa, hvussu myllurnar fara at taka seg út úr ymsum sjónarhornum. Myndirnar síggjast á heimasíðuni hjá Sev

Afturat byggiloyvinum vantar eisini góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini og avtala við lendiseigararnar. Bíðað verður eftir niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini, og Umhvørvisstovan er í samráðingum við hagan um atgongd til lendið.

- Myllurnar skulu bíleggjast í góðari tíð, men vit kunnu sjálvsagt ikki bíleggja myllurnar og annað neyðugt tilfar, fyrrenn vit hava fingið øll loyvi til høldar, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.

Ein 12 MW vindmyllulund er mett at kunna framleiða góðar 35 GigaWatt tímar árliga. Hetta svarar til 7.600 tons av olju ella sagt á annan hátt gott og væl ein tangabát við olju til Sundsverkið, skrivar Sev.

Loyvið til vindorkuframleiðslu umfatar seks myllur, og arbeitt verður við at finna aðra staðseting til tvær tær síðstu myllurnar.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

28 Leygardagur 13. mars 2021

Nú er klárt at byggja á Skála

13 av teimum 27 stykkjunum sunnan fyri Hórheiðar eru seld. Týsdagin handaði Articon Runavíkar kommunu útstykkingina

Verkætlanin hjá Articon fevndi um 27 grundstykkir, har prísurin er 575 krónur fyri fermeturin (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

31. oktober 2019 skrivaðu Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um eina útstykking suður frá Hórheiðum á Skála, og týsdagin handaði stjórin í Articon borgarstjóranum í Runavíkar kommunu útstykkingina í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð

[object Object]
Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen tá teir høvdu undirritað sáttmálan í húsunum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð (Mynd: runavik.fo)

Verkætlanin hjá Articon fevndi um 27 grundstykkir - av teimum eru 13 seld. Við í útstykkingini var planering av grundøkjunum, kantsteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar.

Formo á Glyvrum hevur havt eftirlit fyri kommununa. Søluprísurin á nýggju útstykkingini á Skála er 575 krónur fyri fermeturin. Sáttmálakostnaðurin var nakað omanfyri 17 milliónir krónur, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

29
Leygardagur 13. mars 2021

Íslendsk streymboya rak inn í Haraldssund

Slitnaði og hvarv í 2018 – endamálið var at kanna streymviðurskiftini norðan fyri Ísland 

 
SkrivaÐ:

Havstovan

Um hálvan januar bóru alarar hjá Bakkarfost eyga við eina streymboyu, sum var rikin inn á Haraldssund.

Hetta vísti seg at vera ein streymboya, sum var blivin burtur norðan fyri Ísland í 2018, og sum nú var endað í Føroyum.

Alararnir hjá Bakkafrost funnu streymboyuna tann 17. januar, og tóku hana umborð á ein alibát. Teir settu seg síðani í samband við m.a. Havstovuna, og her kendust fólk við hetta slagið av streymboyu. Tað var tó skjótt greitt, at tað ikki var Havstovan, sum átti hesa boyuna.

Við hjálp frá Vónini, varð streymboyan fingin til Havnar. Onki navn ella búmerki var á boyuni, men eftir at hava fregnast hjá samstarvsfeløgum í okkara grannalondum varð funnið fram til, at Havrannsóknarstovnurin í Íslandi átti boyuna.

[object Object]

Boyan varð løgd út norðalaga á Hornbanka í august 2017, og tá hon skuldi takast uppaftur á sumri 2018, fekst onki samband við hana. Boyan var útgjørd við einum tóli (Argos), ið sendir knattstøðu til satellit, so at fráboðan kemur, um boyan flotnar í ótíð. Av eini hvørjari orsøk var hendan skipanin óvirkin, og tí vóru fólk ikki varug við, at boyan var flotnað.

Upprunaliga hevði fortoyingin meiri útgerð enn bara boyuna, men tann útgerðin var slitnað frá sjálvari boyuni.

Endamálið við at leggja boyuna út á Hornbanka var, saman við trimum øðrum boyum, at máta rákið av Atlantssjógvi, ið fer norður um Ísland og inn í Norðurhøv. Hetta rákið hevur alstóran týdning fyri vistskipanina har og fyri veðurlagið á norðurlandinum í Íslandi.

Atlantssjógvur fer eisini norður um Føroyar og ígjøgnum Hetlandsrennuna. Havstovan hevur mátað rákið í Føroyastreyminum síðani 1997, og samstarvar eisini við Marine Scotland Science í Aberdeen um mátingar í Hetlandsrennuni.

Ein postari (á enskum), sum tekur samanum hesar felags mátingarnar av Atlantssjógvi, er at finna her.

Heimasíðan hjá Havstovuni sigur frá sínum samstarvsfeløgum í Íslandi, at tey takka fyri vælvild frá Bakkafrost og Vónini. Havstovan frættir fegin, tá boyur og annað verður funnið á hendan hátt.

Kelda: hav.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

30
Leygardagur 13. mars 2021

Fyrsta tvíkiljan í dagførdu byggihøllini á Mest

Motorar og gear skulu skiftast og ávísar smærri umbyggingar gerast

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvíkiljan Nøvan hjá Luna bleiv tikin upp á dagførda bedingsvogninum og inn í gomlu byggihøllina á MEST í Tórshavn seinnapartin í vikuni.

Nøvan er 15 metrar til longdar og 6 metrar breið og skal til høvuðsumvælingar inni í høllini komandi vikurnar. Tað tók einans 5 minuttir at fáa tvíkiljuna av bedingini og inn í høllina har hon verður standandi á vogninum, skrivar Mest á heimasíðuni.

Motorar og gear skulu skiftast og ávísar minni umbyggingar gerast. Harumframt verður ymiskt annað viðlíkahald framt - eitt nú reinsing og máling.

Nøvan hevur sítt vanliga virksemi við aliringarnar hjá Luna á Velbastað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

31 Leygardagur 13. mars 2021

Strandfaraskip sett til sølu

Strandferðslan hevur sett Spógvan til sølu fyri 250.000 krónur

Spógvin í Hesti í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spógvin varð settur í sigling millum Gomlurætt og Hest á vári í 2019, men nú hevur Strandferðslan ikki brúk fyri bátinum longur.

Strandferðslan hevur tí sett Spógvan til sølu, og tað verður selt í tí standi sum skipið er í, og er eftir yvirtøkudagin “keyparans rokning í øllum lutum”, sum tað verður orðað á ssl.fo.

Spógvin hevur verið í rakstri fram til mai 2020. Meðan skipið hevur ligið við bryggju hava motararnir verið settir í gongd við jøvnum millumbilum.

Skipið liggur við bryggju í Skopun, og verður selt fyri hægsta boð yvir 250.000 krónur.

Spógvin er bygdur í Noreg í 1974, og kom til Føroya í 1999. Skipið er góðar 12 metrar til longar og góðar 4 metrar breitt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

32
Leygardagur 13. mars 2021

Aftur ein AWI bátur til Grønlands

Grønlendingar væl nøgdir við AWI bátarnar úr Runavík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

At grønlendingar eru væl nøgdir við AWI bátarnar er lítið at ivast í. Teir eru jú bygdir til teirra tørv, umstøður og eru ísforstyrktir.

Nú er AWI Boats í Runavík aftur í holt við ein nýbygning til Grønlands. Báturin er ein AWI 39, sum er 39 føtur langur.

Báturin er yvirdekkaður millum dekshúsið og stýrhúsið og skal hava eina prosending fram við lúnningini. Báturin skal fiska svartkalva og toski við gørnum og línu.

Motorurin er ein 266 hestar Polvo Penta og báturin fær alla nútímans navdiska- og trygdarútgerð.

Tað er útróðrarmaðurin Nikolai Therkelsen í Saatut, sum skal hava bátin.

Hann kennir væl dygdina hjá AWI bátunum, tí hann átti ein av teimum trimum AWI 33 bátunum, sum vóru sigldir til Grønlands á sumri í 1998.

Nú ynskir hann sær ein bát afturat, sum er seks føtur størri enn tann gamli.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

33 Leygardagur 13. mars 2021

Nú ber aftur til at søkja stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland – 16 milliónir eru leysar at søkja, og hvør verkætlan kann í mesta lagi fáa fýra milliónir

Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar frá, at lýst aftur verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

– Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshavið og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum.

– Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Mælt verður til, at umsóknir fevna um starvssetanir av ph.d. lesandi ella Postdoc granskarum. Tey, sum verða sett í starv, skulu vera ein part av tíðini í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum.

Tilsamans 16 mió. krónur eru leysar at søkja í hesum umfarinum – ein triðingur av útboðnum er ætlaður granskingarverkætlanum í føroyskum sjóøki.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er fýra milliónir krónur. Væntandi verður stuðul latin til millum fýra og sjey verkætlanir.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021

34 Leygardagur 13. mars 2021

Sjey lond samstarva um norðuratlantiskt hackaton

NORA skipar fyri tiltaki á netinum at koma við góðum talgildum loysnum innan tvey avbjóðandi øki: Talgild heilsa og enduruppbyggjan av ferðavinnuni eftir farsóttina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í hesum tíðum við afturlatnum samfeløgum, ferðaavmarkingum og heimaskrivstovum er tað avbjóðandi at vera nýhugsin og samstarva á altjóða støði. NORA ætlar at venda hesi gongd við at skipa fyri einum talgildum hackathon fyri ung úr teimum norðuratlantisku londunum.

‘Think Rural, Think Digital, Think Ahead!’ verður hildið 19. til 21. mars við tí endamáli at vekja áhugan hjá ungum fólkum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi, Skotlandi, Maine í USA og Ontario í Kanada til at saman menna loysnir upp á felags avbjóðingar.

Norrønt Atlantssamstarv (NORA) skipar fyri tiltakinum í samstarvi við skotska Highlands and Islands Enterprise (HIE). Harumframt eru University of New England og kanadiska Cooperation Council of Ontario við sum samstarvsfelagar. Norðurlendska ráharraráðið og tann skotski myndugleikin eru við til at fíggja tiltakið.

At luttakarar hava ymiska bakgrund hevur týdning á hesum hackathon. Forritan, formgáva, starvsfólk innan heilsuverk, virkandi á ferðavinnuøkinum ella tey, sum lesa innan íverksetan, heilsu ella ferðavinnuna, hava øll førleikar, sum kunnu koma við íkasti til góðar loysnir undir einum av teimum tveimum høvuðsevnunum:

Talgild heilsa í bygdarøkjum og enduruppbyggjan av ferðavinnuni í bygdarøkjum eftir heimsfarsóttina. Øll í aldrunum 18 til 35 ár kunnu luttaka.

Kappingin fer vónandi at føra til talgildar loysnir, sum gera umráðandi heilsutænastur atkomuligari, og sum fremja ein burðardyggan vøkstur fyri ferðamannaídnaðin. Teir ungu luttakararnir fáa eisini stuðul við einari vegleiðing innan íverksetan.

Luttøka er ókeypis, og tey altjóða liðini eru samansett av fýra ella fimm fólkum við ymiskari bakgrund og førleikum, sum koma saman fyri at formgeva, kanna og skapa nýhugsandi hugmyndir.

Peningavirðislønir og møguleiki fyri virkismenning er í væntu til tey bestu hugskotini innan bæði evnini.

Eitt norðuratlantiskt ‘acceleratorprogram’ er eisini í gerð og fer av bakkastokki í sambandi við hetta tiltakið.

Aðalskrivarin í Norðurlendska ráðharraráðnum, Paula Lehtomäki, sigur soleiðis um tiltakið:

- Norðurlendska ráðharraráðið fegnast um at vera við til hetta hackathon. Skottland, Maine og eystara Kanada eru umráðandi nábúgvar og samstarvsfelagar fyri Norðurlondini, og hetta tiltakið, sum setur talgilda heilsu og ferðavinnu í bygdarøkjum í miðdepilin, er eitt gott høvi til at skapa tættari og sterkari bond, bæði á einum politiskum og einum persónligum støði. Eg gleði meg til at síggja úrslitini og tey góðu hugskotini, sum birta úr hesum vikuskiftinum.

Formaður fyri NORA, Jákup Mørkøre, er eisini vónríkur:

- NORA gleðist um at samskipa enn eitt hackathon í samstarvi við ta skotsku stjórnina og HIE. Tað er eyka stuttligt, at vit hesa ferð eru farin tvørtur um Atlantshavið og hava víðkað tiltakið til eisini at umfata Maine og Ontario. Fyri NORA sum eitt samgongubyggjandi felag, gleða vit okkum til at síggja norðuratlantiskan ungdóm menna og verkseta hugskot saman.

[object Object]
Øystein Andersen, ráðgevi á skrivstovuni hjá NORA í Havn

Ársins tiltak kemur í kjalavørrunum av einum væleydnaðum hackathon í mai í fjør, ið hevði eitt høgt luttakaratal úr fimm londum. Vinnarahugskotið varð ment av einum toymi við tveimum fólkum úr Skottlandi, sum mentu eina shopping-app.

Hackathon byrjar fríggjadagin 19. mars kl. 18 og endar sunndagin 21. mars kl. 18.

Á thinkrural.org finst meira kunning og har fer tilmeldingin eisini fram. Tilmeldingarfreistin er 15. mars.

Øystein Andersen, ráðgevi í NORA er verkætlanarleiðari.

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

35 Leygardagur 13. mars 2021

Jóannes Eidesgaard heldur Grækarismessurøðu á Vaglinum

Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin. Byrjað verður við skrúðgongu undir Bryggjubakka

(Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á grækarismessu í fjør fór føroyska samfelagið niður í ferð, orsakað av koronufarsóttini. Í ár verða grækarismessuhald sum vant - millum annað í Tórshavnar kommunu.

Á heimasíðuni torshavn.fo verður boðað frá, at grækarismessuhald verður í miðbýnum sunnudagin 14. mars.

- Korona ávirkar ikki haldið í ár, og tí verður grækarismessuhaldið sum vant við teimum tilmælum um reinføri og frástøðu, sum annars eru. Heitt verður á øll um at vísa neyðug fyrilit.

Tað verður Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum fer at bera fram røðu. Hetta verður eftir, at Havnar Hornorkestur hevur spælt nøkur løg. Haldið byrjar tó við skrúðgongu undir Bryggjubakka, tá ið skótar, úlvar, og títtlingar fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu. 

Kommunan boðar frá, at í sambandi við grækarismessuhaldið verða Mylnugøta og Niels Finsens gøta frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu stongdar fyri allari ferðslu frá klokkan 15-16.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

36 Leygardagur 13. mars 2021

FMA 2021: Eivør gjørdist stóri vinnarin

Eivør vann "Ársins kvinnuligi sangari", "Ársins húsi", og "Ársins videolag", umframt at "Ársins tekstur" gjørdist "Mánasegl", sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevði skrivað til eitt lag hjá Eivør

Eivør fekk flest virðislønir á FMA 2021 (Mynd: Sigga Ella)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið varð FMA aftur á skránni, og vegna korona varð virðislønahandanin, eins og í fjør, skipað á øðrvísi hátt.

Bert 14 virðislønir vórðu handaðar á hesum sinni, og tað var sangkvinnan Eivør, sum fór av stað við flest virðislønum.

Umframt at vinna heiðurin sum "Ársins kvinnuligi sangari", vann Eivør bæði "Ársins húsi" við útgávuni Segl, og "Ársins videolag" við "Sleep on It". "Ársins tekstur" gjørdist eisini "Mánasegl", sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevði skrivað til eitt lag hjá Eivør.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir, øll tey, sum fingu virðisløn:

POPP/ROKK FLOKKUR

Ársins kvinnuligi sangari: Eivør

Ársins mannligi sangari: Teitur

Ársins útgáva: Modern Era - Teitur

Ársins sangur: Kanska - Einangran

 

OPIN FLOKKUR

Ársins sangari ella einleikari: Jákup Lützen

Ársins útgáva ella konsert: Kata - 1902

Ársins kompositión: Bei hjá Konsørn eftir Jan Rúna Poulsen og Mathias Kapnas

Ársins nýggja navn: Brimheim

Ársins videolag: Sleep on it hjá Eivør eftir Einar Egils & Elias K. Hansen

 

Ársins húsi: Segl, Eivør

Ársins tekstur: Mánasegl, Eivør, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs

Ársins framleiðari: Høgni Lisberg

Áhoyraravirðisløn: Hallur Joensen

Ársins tónleikaheiður: Robert McBirnie

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2021

37 Leygardagur 13. mars 2021

Marjun og Jóhan Martin fáa eitt árs stuðul frá Mentanargrunninum

Mentanargrunnur Landsins veitir 140 mánaðarlønir út sum starvsløn og íverksetanarstuðul til trý listafólk

Marjun Syderbø Kjelnæs (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Myndlistamaðurin Jóhan Martin Christiansen og rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs fingu mest, tá Mentanargrunnur Landsins lat stuðul til starvsløn og íverksetan fyri 2021.

Einaferð um árið letur Mentanargrunnur Landsins stuðul til starvsløn og íverksetan.

Grunnurin skrivar í tíðindaskrivi, at hann fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar.

Tilsamans komu 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 milliónir krónur. Grunnurin kundi í ár lata gott 4,5 milliónir krónur. Í hesum umfari fingu 34 umsøkjarar starvsløn, og tríggir fingu íverksetanarstuðul.

[object Object]
Jóhan Martin Christiansen (Savnsmynd)

Nevndin hevur á fundi tann 17. februar avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

Eitt ár
Jóhan Martin Christiansen (myndlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)

Seks mánaðir
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)
Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)
Katrina í Geil (bókmentir)
Kim Simonsen (bókmentir)
Leivur Thomsen (tónlist)
Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)
Mikael Blak (tónlist)
Randi Samsonsen (myndlist)
Sakaris Fríði Stórá (filmslist)

Fimm mánaðir
Kristina Ougaard Sørensen (palllist)

Fýra mánaðir
Silas Olofsson (bókmentir)
Bárður Persson (palllist)
Atli Kamban (filmur)

Tríggjar mánaðir
Andreas Tykjær Restorff (tónlist)
Birita Adela Davidsen (tónlist)
Bjarni Mohr (bókmentir)
Eli Tausen á Lava (tónlist)
Gutti Winther (bókmentir)
Hans Tórgarð (pallist)
Jasmin Mote (tónleikur)
Rúni Brattaberg (bókmentir)

Tveir mánaðir
Búi Rouch (dansur)
Guðrið Poulsen (myndlist)
Katrin Joensen-Næs (filmslist)
Rannvá Holm Mortensen (myndlist)
Súni Joensen (ljóðlist)
Theodor Kapnas (tónlist)
Pauli Nielsen (týðing)
Martin Schürholz (týðing)
Jákup Sørensen (týðing)
Marita Thomsen (týðing)

Ein mánað
Trygvi Danielsen (bókmentir)

Tilsamans vóru 140 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2021.

Trý fingu íverksetarastuðul
Grunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 krónur og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul:

Ísak Sambleben (tón- og ljóðlist)
Jens L. Thomsen (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

38 Leygardagur 13. mars 2021

Vetrarjazzur í Norðurlandahúsinum

Fleiri seinnapartskonsertir verða henda mánaðin við føroyskum nøvnum

Sway (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Várið er í luftini, men tað skal ikki seta fót fyri Vetrarjazz-festivalinum. Í mars mánaði vera fimm Vetrarjazz-konsertir í Norðurlandahúsinum. Í øllum førum er talan um seinnapartskonsertir, sum byrja klokkan 17.

Fyrsta konsertin er 16. mars við Jam Cravate. Konsertirnar eru í mesta lagi ein tíma til longdar, og kostnaðurin er 50 krónur. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Hetta er skráin

[object Object]
Týsdag 16. mars kl 17:
Jam Cravate – James Goodwin (trummur), Heðin Ziska Davidsen (gittar)

Mikudag 17. mars 17:
Tjant – H eðin Ziska Davidsen (gittar) Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur)

Hósdag 18. mars kl 17:
Kristian Pauli Trio - Kristian Pauli Ellefsen (klaver),  Karl Andrias  Stórá (bass), Hjørtur P. Háberg (trummur)

[object Object]
Fríggjadag 19. mars kl 17:

SWAY – Marianna Winther Nagata, Dania O. Tausen, Katrina Olsen (sang), Pauli Reinert Poulsen (gittar), Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur)

Leygardag 20. mars kl 17:
Bingo-Jazz við Jam Cravate – Jensina Olsen (rødd), (James Goodwin (trummur), Heðin Ziska Davidsen (gittar)

Havnar Jazzfelag skipar fyri árliga jazzfestivalinum Vetrarjazz.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

39 Leygardagur 13. mars 2021

SaxoFilm ger film um Læknastríðið

Teddy Bruslund, journalistur og instruktørur hjá SaxoFilm, hevur sitið í sóttarhaldi í eina viku og síðani ferðast runt um í Føroyum í eina viku, har hann hevur gjørt kanningararbeiði til filmsupptøkur, sum skulu gerast fyrst í apríl mánaði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðsta fríggjadag var hann á vitjan hjá borgarstjóranum i Klaksvík, Karl H. Johansen, har Teddy nýtti høvið at takka fyri stuðulin, Klaksvíkar býráð hevur veitt føroyska partinun av filminum, sum eisini skal gerast ein samadráttur av til savns- og skúlabrúks.

Karl greiddi frá, at býráðið sá nógv í hesum dokumentarfilmi, um ein týðandi part av Klaksvíkar søgu, sum flest okkara bert kenna í brotum. Borgarstjórin greiddi eisini frá, at tá ið hann fór til Danmarkar at ganga á politiskúlanum, bert 20 ár eftir læknastríðið, kom oftani fyri, at teir ymsu politistarnir, hann kom at samstarva við, greiddu frá, at teir høvdu verið í Klaksvík undir Læknastríðnum – og so fór prátið í gongd.

[object Object]

Vitjað varð í Christianskirkjuni, sum sigst hava fingið sítt serstaka vavi og mongu serligu søgurnar, vegna Læknastríðið. Eisini varð vitjað á Norðlýsinum, sum kann verða ein hentur miðil í sambandi við dokumentarsendingina. Jóhann Lützen, stjóri var kvikur at leita fram ymist, Norðlýsið fyrr hevur skrivað um Læknastríðið.

Teddy hevur hitt hópin av fólki á føroyaferðini og hevur fingið nógv hent at vita. Hann hevur m.a. fingið hendur á skjølum, ljóðbrotum og myndum. Herfyri var ein, sum boðaði frá, at hann átti eina dagbók hjá einum av politistunum, sum vóru í Klaksvík undir Læknastríðnum.

Tó høvdu Teddy og fólkini handan filmsverkætlanina verið fegin, um fleiri fólk finnast, ið hava okkurt at vísa fram, sum hevur við Læknastríðið at gera.

[object Object]
Lars Løkke verður verður í sendingunum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Upptøkur gerast í apríl
Fyrst i apríl mánaða koma filmsfólk higar at gera upptøkur, har Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, verður vertur fyri frásagnunum og hendingunum í sendingini.

Sendingin, sum verður í fýra pørtum, verður send í donskum sjónvarpi í heyst og eisini í Kringvarp Føroya seinni.

Klaksvíkar kommuna stuðlar ætlanini
Tað var á seinasta býráðsfundi, at býráðið játtaði at stuðla filmsupptøkunum við 300.000 krónum. Samlaða verkætlanin at gera føroyska partinum til skúla- og savnsbrúk er umleið 1,2 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021

40 Leygardagur 13. mars 2021

Fyr & Flamme vunnu Dansk Melodi Grand Prix – ætla sær ikki at umseta sangin til enskt

Hetta verður fyrstu ferð síðan 1997, at danski luttakarin í Eurovision syngur á donskum – Svøríki er einasta norðurlendska landið, sum enn ikki hevur valt ein luttakara til altjóða kappingina í Rotterdam

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið, meðan FMA var á skránni her í Føroyum, varð skipað fyri ársins umfar av Dansk Melodi Grand Prix í Danmark.

Har gjørdist tað bólkurin Fyr & Flamme, sum fóru av stað við sigrinum, og vann heiðurin at umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður í Hollandi seinni í vár.

Eins og í 2020 var kappingin uttan áskoðarar vegna korona, sum eisini var orsøkin til, at altjóða Eurovision finalan varð avlýst í fjør.

Fyr & Flamme vann við danska sanginum "Øve os på hinanden", og hetta er fyrstu ferð síðan 2005, at ein sangur, ið verður sungin á donskum, vinnur danska grand prixið.

Laurits Emanuel og Jesper Groth úr bólkinum greiða frá, at teir ætla sær ikki at umseta sangin til enskt til altjóða kappingina, sum annars hevur verið siðvenja í fleiri áratíggju. So tá altjóða Eurovision kappingin er á skránni í mai, fer danski luttakarin at syngja á donskum fyri fyrstu ferð síðan 1997, skrivar Ritzau.

Laurits Emanuel heldur tað vera serligt at syngja á sínum móðurmáli, og vísir hann á, at fleiri luttakarar eru farnir yvir til at syngja á teirra egna máli.

Jesper Groth sigur við heimasíðuna hjá Eurovision, at talan er um ein sang, sum er gjørdur í samsvari við ávísar skandinaviskar siðvenjur.

– Eg kan ikki ímynda mær, hvussu vit yvirhøvur skuldu umsett hann, so vit halda okkum til danskt. Seinastu árini hava vit eisini sæð, at fleiri lond klára seg sera væl á teirra egna máli, eftir sigurin hjá Portugal í 2017 og sigurin hjá Ukraina.

Altjóða Eurovision sangkappingin verður í hollendska býnum Rotterdam í døgunum 18., 20., og 22. mai.

Noreg verður umboðað av Andreas Haukeland, kendur sum TIX. Hann vann norsku kappingina við sanginum "Fallen Angel".

Tað verður bólkurin Blind Channel, sum fer at umboða Finland við sanginum "Dark Side".

Íslendska umboðið verður Daði og Gagnamagnið, sum vann íslendsku kappingina í fjør. Í ár fer Daði og Gagnamagnið at umboða Ísland við sanginum "10 Years".

Söngvakeppnin var ikki á skránni í ár, men Ísland gjørdi av, eins og fleiri onnur lond, at loyva vinnaranum frá 2020 at luttaka í altjóða finaluni í ár.

Finalan í svensku grand prix kappingini, Melodifestivalen verður hetta vikuskifti.

Seinastu árini hevur Svøríki gjørt nógv burturúr Melodifestivalen við fleiri hálvfinaluumførum við fleiri luttakarum. Seinastu 12 sangirnir skulu kappast um 1. plássið í kvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2021

41 Leygardagur 13. mars 2021

40.000 krónur í Apple-vørum til Leynar

Leypavinningur í Gekkinum fríggjakvøldið. Lilian Egholm úr Leynum lendi á gula leypinum

(Skíggjamynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki ofta at fólk fáa leypavinningar í Gekkinum. Hetta var tað sum hendi fríggjakvøldið tá Lilian Egholm úr Leynum ringdi inn við fullari plátu.

Hon valdi at seta allar pengarnar, sum vóru 130.000 krónur, í reyða leypin. Í fyrsta snari lendi Lilian á 20.000 krónum, sum í kvøld ikki var faldað við nøkrum. Í øðrum snari lendi hon á 10.000, men valdi at royna enn einaferð.

Í triðja og seinasta snari kom Liljan Egholm á gula leypin, sum gav henni møguleikan at velja mllum leypavinningar, sum høvdu eitt virði á umleið 40.000 krónur.

Lilian Egholm valdi at taka av leypavinningum frá Elding, sum eru alskyns Apple vørur, virði upp á 40.000 krónur.

Tað má vera fyrstu ferð í langa tíð, at nakar vinnur ein leypavinning í Gekkinum. Í flestu førum velja fólk at deila gekkaupphæddina út í allar tríggjar leyparnar, og tá fella leypavinningarnir burtur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

42 Leygardagur 13. mars 2021

Illgruni um at koppseting elvir til blóðtøpp

Danska heilsustýrið gav hósdagin boð um fyribils at støðga við at koppseta við AstraZeneca

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska heilsustýrið hevur givið boð um at støðga við at koppseta við AstraZeneca heiliváginum eftir fleiri álvarsligar tilburðir við blóðtøppi hjá fólki, ið hevur fingið hesa vaksinuna.

Fráboðan er um ein persón í Danmark, sum er deyður av hesum ávum, skrivar Danmarks Radio.

Sambært Sundhedsstyrelsen er í løtuni ikki endaligt prógv fyri, at samanhangur er millum vaksinuna og blóðtøpparnar. Men stýrið hevur sent boð út til koppsetingarnartoymini um at støðga við at brúka henda heilivágin.

Fyribils er støðgurin í tvær vikur, og so kemur heilsustýrið og heilivágsstýrið við nýggjari fráboðan.

- Júst nú hava vit brúk fyri øllum teimum vaksinunum, vit kunnu fáa hendur á. Tí er tað als ikki nøkur løtt avgerð at støðga við hesari koppsetingini, sigur stjórin í heilsustýrinum, Søren Brostrøm í tíðindaskrivi.

Fleiri onnur lond eru eisini støðgað við at koppseta við Astra Zeneca.

Í Føroyum er ongin enn koppsettur við hesum heiliváginum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

43 Leygardagur 13. mars 2021

Samanlegging av íslendskum flogfeløgum

Innanríkisflúgvingin hevur ligið í einum felag fyri seg, men verður nú løgd saman við Icelandair

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Frá 16. mars verða feløgini Icelandair og innanríkisfelagið hjá Icelandair Group, Air Iceland Connect, løgd saman í eitt felag.

Harvið verða innanríkisferðirnar nú marknaðarførdar og seldar á sama palli, sum uttanríkisferðirnar hjá íslendska tjóðarflogfelagnum.

Endamálið við samanleggingini er at tryggja eina burðardygga framtíð fyri innanríkisflogferðir í Íslandi og vestara partinum av norðurlondum, sigur felagið í tíðindaskrivi. Annað endamál er eisini at gera bygnaðin av felagnum sterkari og meira einfaldan.

Air Iceland Connect hevur staðið fyri flogferðunum úr Reykjavíkarflogvølli til Akureyrar, Egilsstaðir, Ísafjarðar og Vestmannaoyggjar umframt flúgvingini til Grønlands.

Bogi Nils Bogason, stjóri fyri Icelandair, sigur, at felagið við hesum vónar, at ferðafólk sum koma til Íslands við flogfelagnum úr Evropa og Norðuramerika í størri mun enn nú fara at brúka innanríkisruturnar til at ferðast innanlands í Íslandi eisini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

44 Leygardagur 13. mars 2021

Úr Norðsjónum til Føroya at skifta manning

Hetta er árstíðin, tá úlendsk frálandsskip koma til Føroya at skifta manning

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Korona og torføra støðan á oljumarknaðinum hevur avleiðingar fyri frálandsvinnuna. Fyrr sóu vit javnan bæði útlendsk og føroysk frálandsskip leggja at í føroyskum havnum fyri at skifta manning og keypa vørur og tænastur. Men í verandi støðu eru vitjaninar sera avmarkaðar.

Bretsku  frálandsreiðaríini hava tó eina skipan í samstarvi við skattamyndugleikarnar, har teirra skip eina ferð um árið, kunnu fara í útlendska havn at skifta manning. Tað gevur teimum ávísar fyrimunir. Og frá desember til út í mars mánað er vanligt at síggja bretsk frálandsskip koma í føroyska havn fyri at skifta manning. 

Eitt av hesum manningarskiftum fór fram í Havn í vikuni, tá Grampian Sovereign kom til Føroya úr Norðsjónum. Teir ellivu menninir umborð, bretar og pólendingar, fóru í land og víðari til Skotlands, og aðrir ellivu komu við flogfarinum.  

Nú korona ger um seg, hava onkur stór reiðarí so sum Vroon, ið eigur mong frálandsskip, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, valt, bara at brúka Aberdeen til manningarskifti. 

Tað er Faroe Ship, sum er umboð fyri North Star Shipping, ið eigur Grampian Sovereign. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

45 Leygardagur 13. mars 2021

Oljuprísurin 71 dollarar - hægsti í tvey ár

Hetta hendi eftir álop á heimsins størsta oljuterminal í Saudi Arabia

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Álopið á heimsins størsta oljuterminal, Ras Tanura í Saudi Arabia farna vikuskiftið fekk alt fyri eitt oljuprísin at hækka við 6 prosentum og var hann eitt skifti oman fyri 71 dollarar fyri tunnuna.

Kortini vóru skaðarnir av álopinum sera avmarkaðir. Terminalurin útflytir 6,5 milliónir tunnur av olju um dagin ella 7 prosent av samlaðu oljunýtsluni skrivar Reuters,.

Hetta er hægsti oljuprísur í tvey ár. Oljuprísurin hækkaði eisini munandi í seinastu viku, tá Opec+ londini gjørdu av ikki at minka um skerjingina í framleiðsluni, men at varðveita hana fyribils fram til 1. mai.
 
Talsmaður fyri fíggjarstovnin Goldman Sachs metir, at oljuprísurin fer at røkka 80 dollarum í triðja ársfjórðingi í ár.
 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

46 Leygardagur 13. mars 2021

Oljufelagið Cairn fyrst í Grønlandi - nú til Afrika

Felagið, sum gekk á odda í grønlendsku oljuleitingini, og sum eitt skifti eisini hugdi eftir Føroyum, hyggur nú eystureftir til Afrika

Cairn framleiðir olju á Chatcher feltinum í Norðsjónum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Enn eitt oljufelag, sum hevur framleitt olju um okkara leiðir, í Norðsjónum, hevur avgjørt at rýma ella rættari - at spjaða sínar íløgur meira. Talan er um skotska felagið Cairn, sum leingi luttók í oljuvirksemi í India fyri síðani at bora fleiri brunnar fyri mia. kr. í Grønlandi.

Cairn hevur nú keypt ognir frá Shell í Egyptalandi. Felagið hevur nevniliga selt tvey av sínum framleiðandi feltum í Norðsjónum til felagið Waldorf Production fyri góðar tríggjar milliardir krónur. Cairn er eitt av feløgunum í eini røð, sum hava selt burtur av sínum ognum í Norðsjónum fyri ístaðin at gera íløgur aðrastaðni í heiminum, so sum Miðeystri, Afrika, Suðuramerika og USA. 

Cairn var annars felagið, sum stóð á odda fyri grønlendsku oljuleitingini nøkur ár herfyri, og eitt skifti, skilst, var Cairn eisini sinnað at koma til Føroya at leita.

Men tað varð av ongum. Nú gongur leiðin so úr Norðsjónum til Egyptalands. 

Herfyri gjørdi stóra amerikanska oljufelagið ExxonMobil av at selja part av sínum ognum í Norðsjónum, nú felagið ynskir at raðfesta leitingina og komandi framleiðslu í suðuramerikanska landinum Guyana, har tað hevur gjørt fleiri stór fund.

Onnur amerikonsk oljufeløg hava so eisini selt út av sínum ognum  í Norðsjónum fyri at brúka pengarnar til skiferframleiðslu í USA ístaðin. Ein orsøk til at feløg rýma ella minka um sítt virksemi í Norðsjónum eru royndirnar hjá politisku skipanini í Vesturevropa at gera tað torførari og dýrari at varðveita og menna sítt oljuvirksemi. Aðrar orsøkir eru rætt og slætt, at feløgini síggja kanska størri møguleikar at virka aðrastaðni kring heimin, har tey kunnu fáa størri lønsemi í sítt virksemi.  

Stjórin hjá Cairn, Simon Thomsen, ger kortini greitt, at íløgurnar í oljuvirksemi í Egyptalandi, merkir ikki, at felagið metir færri møguleikar vera í Norðsjónum í framtíðini.

At felagið kortini gjørdi av at selja Kraken og Catcher feltini í Norðsjónum var tí, at goymslurnar nú eru við at minka eftir drúgva framleiðslu. Kortini arbeiðir Cairn við nýggjum ætlanum í Norðsjónum, har felagið fer at bora brunnar saman við Shell. Felagið umsitur eisini eitt loyvi eystanfyri Orknoyggjar, sum er eitt nýtt útjaðaraøki fyri oljuleiting. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

47 Leygardagur 13. mars 2021

ES-tingið tikið órinið frá Carles Puidgemont

Tríggir katalanskir ES-tinglimir eru ikki longur vardir móti rættarsókn úr heimlandinum

Carles Puidgemont til fótbóltsdyst á Tórsvølli í sambandi við Føroyavitjan hansara í 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Katalanski andstøðupolitikarin, Carles Puigdemont, og tveir aðrir katalanskir limir í ES-tinginum eru ikki longur vardir av órininum, sum ES-tingið hevur givið teimum.

Hetta merkir tó ikki rætt teirra sum limir í tinginum.

Mánakvøldið atkvøddi ES-tingið í málinum um at taka órinið frá teimum. Og málið varð samtykt við at 400 av teimum 705 limunum í tinginum atkvøddu fyri.

Hetta merkir, at Spania nú aftur kann royna at fáa teir tríggjar katalanarnar heim, so teir kunnu stevnast fyri rættin, eitt nú fyri at standa fyri fólkaatkvøðuni um loysing í 2017 – ein fólkaatkvøða, sum varð mett at vera ólóglig.

Fleiri aðrir politikarar í Katalonia, sum vóru við til at stríðast fyri loysing, eru dømdir upp í 13 ára fongsul.

Carles Puigdemont, Toni Comin og Clara Ponsati flýddu úr landinum og eru síðan vald í ES-tingið, og hava harvið verið vard móti spanskari rættarsókn.

Spania hevur roynt at fáa tinglimirnar útflýggjaðar, men belgiska dómsvaldið hevur sýtt fyri hesum. Hóast tey trý nú hava mist órinið, so er ikki vist, at tey verða útflýggjað til Spania.

Tí í farna mánaði avgjørdi ein belgiskur dómstólur at ein annar katalani ikki kundi útflýggjast. Talan er um fyrrverandi mentamálaráðharran Lluis Puig.

Belgiski dómarin staðfesti, at spanski hægstirætturin ikki hevur heimild til at krevja hann fongslaðan.

Puigdemont segði undan atkvøðugreiðsluni í tinginum, at hann var sinnaður at kæra málið fyri ES-dómstólin um hann misti sítt órin, skrivar Ritzau.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

48 Leygardagur 13. mars 2021

Meghan: Eg var ov bláoygd

Í samrøðu við Oprah avdúkaðu hertogin og hertogafrúan av Sussex m.a., at Meghan fekk sjálvmorðstankar og fekk noktað sálarliga hjálp, og at tey hava lítið samband við kongafamiljuna í dag – Eisini kom fram, at tey giftust í loyndum áðrenn almenna brúdleypið

Meghan og Harry (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í samrøðu, sum Oprah Winfrey gjørdi við hertogan og hertogafrúuna av Sussex, Harry og Meghan, kom parið við fleiri avdúkingum um lív teirra sum part av bretska kongshúsinum.

Samrøðan varð víst í amerikonskum sjónvarpi mánanáttina, men hon varð tó tikin upp frammanundan.

Hetta varð fyrstu ferð, at hjúnini greiddu frá, hví tey endaðu við at gevast sum ein aktivur partur av bretska kongshúsinum.

[object Object](Mynd: CBS)

Í samrøðuni greiddi Meghan m.a. frá, at onkur í kongshúsinum segði seg stúra fyri húðarlitinum á soni teirra, Archie, áðrenn hann varð føddur á vári í 2019. Hetta var, sambært Meghan, eisini orsøkin til, at hann ikki fekk heitið prinsur.

Hon vildi ikki avdúka, hvør hevði sagt hetta. Men tá hon varð spurd, um hon sjálv valdi at tiga, ella um onnur høvdu biðið hana um tað, segði hon, at tað var tað seinna.

Meghan, sum hevur eina litta mammu og hvítan pápa, sigur, at hon var ov bláoygd, áðrenn hon giftist inn í kongafamiljuna, og tað endaði við, at hon fekk sjálvmorðstankar og umhugsaði at gera skaða á seg sjálva, áðrenn hon og Harry at enda góvust sum framtraðkandi limir í familjuni í fjør og fluttu til Kalifornia.

Tað var serliga neiliga umrøðan í miðlunum, sum fekk hana at ivast í, um lívið var vert at liva, segði hon. Hon greiddi frá, at hon royndi at leita sær professionella hjálp gjøgnum kongafamiljuna, men tá fekk hon at vita, at tað ikki bar til, tí tað hevði ikki verið gott fyri stovnin.

Harry prinsur greiddi eisini frá, at tey hava havt lítið samband við familjuna, síðan tey fluttu til USA. Eitt nú er pápi hansara, Charles prinsur, givin at taka telefonina, tá hann ringir.

Prinsurin segði seg harmast um, at tað er komið hartil, men hann noyddist at gera nakað fyri sína sálarheilsu, konuna og sonin.

[object Object](Mynd: CBS)

Eisini avdúkaði parið, at tey í veruleikanum giftust áðrenn stóra brúdleypið, sum varð víst í sjónvarpinum 19. mai í 2018.

Meghan greiddi frá, at tey góvu hvørjum øðrum sítt "ja" tríggjar dagar áðrenn almenna brúdleypið. Tey einasti, sum vóru til staðar vóru parið og biskuppurin í Canterbury.

– Eg haldi at vit bæði vistu, at brúdleypið ikki var okkara dagur. Tað var ein dagur, sum varð lagdur til rættis fyri reistina av heiminum, segði hon.

Miðskeiðis í februar avdúkaðu Harry og Meghan, at tey skuldu hava eitt barn afturat, og í samrøðuni í gjárkvøldið avdúkaðu tey eisini kynið á barninum.

Tá Oprah spurdi, um tey vistu, hvat kynið á barninum var, segði Meghan, at ja, tað vistu tey, og greiddu tey frá, at Archie, sum verður tvey ár í mai, skal hava eina lítlasystur einaferð í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

49 Leygardagur 13. mars 2021

Taptu við fýra málum í Kiev

Føroyar spældu væl upp móti Ukreina, men okkara spælarar vóru ov óneyvir í álopinum

Jónas G. Djurhuus í álopsroynd (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska A-landsliðið spældi ein góðan dyst í Kiev mikudagin. Liðini vóru javnt góð, men tað var heimaliðið, sum vann við fýra málum, 25-21.

Tað var í álopinum, at føroyska royndin at fáa eitt gott úrslit miseydnaðist. Í verjupartinum spældu føroyingar ein stak góðan dyst, og hildu ukreinum frá at skora í heilt nógvum álopum.

Støðan í hálvleikinum var 15-13. Og tá annar hálvleikur verð bríkslaður í gongd, sá út til at Føroyar veruliga skuldu koma við í dystin.

Ungi vongurin Hákun West av Teigum kom inn í øðrum minutti av hálvleikinum, tá Allan Norðberg fekk ein snudd, og spælarin úr Skanderborg fekk eina stak góða byrjan á A-landsliðnum, tí hann skoraði í fyrstu royndini.

Føroyar kom enntá upp á javnleik 15-15 áðrenn tað eydnaðist ukreinum at fáa fyrsta málið í øðrum hálvleiki móti sterku føroysku verjuni.

Tað eydnaðist føroyingum at javna til bæði 16-16 og 17-17, men so steðgaði álopsspælið upp. Stóru ukreinarnir lósu føroyska álopsspælið, og stongdu av.

Hóast vit taptu, so kunnu føroyingar onkursvegna vera nøgdir við avrikið. Uttan dystarvenjing yvirhøvur, spældu teir ein sera javnan dyst móti eini stórari evropeiskari tjóð.

Høvdu vit ikki brent tvey av trimum brotskøstum, og høvdu vit skorað..., ja, hvat kundi so verið hent?

Eitt ljóspunkt í dystinum var áðurnevndi Hákun West av Teigum. Hann fekk tríggjar skotmøguleikar frá veinginum og skoraði ósvitaliga trygt upp á allar tríggjar og vísti stórt spæl.

[object Object]
Hákun West av Teigum fekk eina góða byrjan á A-landsliðnum - ein framtíðar leikari (Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

Hesir skutu føroysku málini

Peter Krogh 4
Jónas G. Djurhuus 4
Helgi H. Hoydal 3
Kjartan Johansen 3(1)
Hákun W. av Teigum 3
Filip Jojic 2
Allan Norðberg 1
Vilhelm Petersen 1
Rói Berg Hansen 1

 
 
 
 
 
View this post on Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by EHF EURO (@ehfeuro)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

50 Leygardagur 13. mars 2021

Eydnaðist ikki at fáa spenning í dystin í Kekkia

Føroyingarnir skoraðu uppá beint undir helmingin av sínum skotum móti Bundesliga-málverja, og Kekkia vann við átta málum. Seinni hálvleikur var betri enn tann fyri hjá Føroyum

Kekkar vóru sterkari og væl tryggari í skotunum (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var greitt áðrenn dystin fríggjakvøldið, at uppgávan í Brno fór at vera heldur truplari enn tann í Kiev mikukvøldið. Tíðin millum dystirnar var heilt stutt, ferðing við koronureglugerðum lá ímillum, og Kekkia er nakað sterkari enn Ukreina á pappírinum og er styrkismett hægst í bólkinum. Hetta skuldi eisini vísa seg - Føroyar taptu við tvífalt so nógvum málum sum í Ukreina.

Byrjanin var ikki góð. Kekkia kom upp á 4-1 skjótt og kom eisini upp á +4 fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. Tað tyktist ikki sum, at kekkar høvdu stórvegis trupulleikar við at spæla seg til opnar møguleikar, og teir vóru eisini ísakaldir. Kekkisku verjuleikararnir høvdu greiðan mun, tá tað kemur til hædd, og hetta var ein av orsøkunum til, at Føroyar høvdu so trupult við at skora. Tá so liðið kom til møguleikar, so vóru teir ikki altíð so stórir, og tveir metrar-høgi Tomas Mrkva spældi eisini sera væl. Hann spælir til dagliga í Bundesliguni og bjargaði 60 prosent av skotunum, sum føroyingar høvdu upp á mál fyri steðgin. Kekkia fekk eisini tvey tey seinastu málini fyri steðgin, so at munurin var seks mál, tá liðini fóru aftur í skiftingarrúmini.

[object Object]Kjartan Johansen varð føroyskur toppskjútti við fýra málum - strandingurin spældi næstan ikki í øðrum hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Filip Jojic verður hildin av sterku kekkisku verjuni. Filip skoraði trý mál. Hann spældi bert í 1. hálvleiki, tá hann hevði stuttan veg frá bonkinum inn á vinstra bakk (Mynd: EHF)

Seinni hálvleikur var meira enn góðkendur frá føroyskari síðu. Tá farið var beint um hálvan hálvleikin, høvdu føroyingar minkað um munin, og tað var serliga tí, at verjan og innkomni Tórur Gutttesen fingu fatur, men eisini tí at Peter Krogh og hinir fungu nøkur góð mál. 

Eina løtu sá tað tó út til at skrædna nakað, og heimaliðið kom heilt uppá pluss níggju, men liðið hjá Sonna Larsen helt fram at vísa stríðsvilja og mentala styrki, og nýggjastu menninir, Tróndur Mikkelsen og Hákun West av Teigum, fingu síðstu málini.

20 mál uppá 42 skot er ikki gott nokk - heldur ikki tá ein málverji hjá Bergischer roynir at verja fyri og miðalhæddin á mótstøðuliðnum er væl hægri. Kortini vóru glottar at hóma, og talan var jú um ein útdyst - bara tveir dagar aftaná ein annan - móti einum liði, ið spældi seg til júst farna HM-endaspæl. Nú vendir føroyski hópurin nøsina ímóti Føroyum. Her bíðar spenanndi uppgávu móti ukreinum. Hon verður í Høllini á Hálsi sunnukvøldið klokkan 18 frammanfyri áleið 600 áskoðarum. Har verður Portalurin eisini til staðar.

EM-undankapping
Brno 12.03
Kekkia - Føroyar 28-20 (14-8)
Føroyskur toppskjútti: Kjartan Johansen 4 mál

Støðan í bólkinum
1. Russland 5
2. Ukreina 3
3. Kekkia 2 
4. Føroyar 0

Sunnudagin 14.03
18.15: Føroyar - Ukreina 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

51 Leygardagur 13. mars 2021

600 áskoðarar til landsdyst

Ætlanin er at deila høllina í tríggjar partar og 200 áskoðarar sleppa í hvønn part. Eingin almenn atgongumerkjasøla verður tó til dystin

Kjartan Johansen og Teis Horn Rasmussen her í Luxemburg í januar 2020. Teir báðir eru eisini við í hópinum hesaferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin spæla Føroyar og Ukraina landsdyst í Høllini á Hálsi.

Spenningur hevur verið um áskoðarar sleppa í høllina og í hvønn mun hetta verður. Nú er greitt, at høllin verður deild í tríggjar partar, har 200 áskoðarar sleppa í hvønn part.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá.

Sostatt sleppa 600 áskoðarar til landsdyst sunnudagin at síggja føroyska landsliðið.

Eingin almenn atgongumerkjasøla verður tó til dystin, men hava hondbóltsfeløgini fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at umsita. 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

52 Leygardagur 13. mars 2021

Håkan fer at kunngera hópin mánadagin

Fyrstu HM-undankappingardystirnir verða leiktir síðst í hesum mánaðinum. Talan er um dystir í Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Ivasamt er, um leikarar sum spæla í Noreg og Týsklandi vera tøkir

Håkan Ericson og Eli Hentze skulu velja teir, ið skulu við til teir tríggjar fyrstu dystirnar i hesi undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal byrja undankappingina til HM-endaspælið 2022 við trimum dystum á útivølli.

Lagt verður fyri ímóti Moldova hósdagin 25. mars. Tríggjar dagar seinni - sunnudagin 28. mars - verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og mikudagin 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.

Tað verður fyrstu ferð, at Føroyar skulu spæla móti Moldova á A-landsliðsstøði. Eysturríki og Skotlandi eru ikki ókend mótsstøðulið ígjøgnum søguna, og nøkur heilt góð úrslit eru komin í hús ímóti teimum - tó ikki á útivølli.

Til hesar uppgávur skal ein hópur jú takast út, og øll nøvnini koma uppá pláss heilt skjótt. Mánadagin fer Håkan Ericson at kunngera hópin. Hetta verður fyrsta undankapping hjá A-landsliðsvenjararnum, ið hevur seks Nations League-dystir, umframt tveir venjingardystir, frá í heyst á baki í starvinum.

[object Object]
Rógvi Baldvinsson (t.v) og Jóan Símun Edmundsson (mitt í) kunnu verða raktir av sóttarhaldsreglum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki vist, at allir leikararnir, ið til dagliga spæla í útlondum eru tøkir. Í hvussu er ikki teir í Noreg. Har eru fimm leikarar - Gilli Rólantsson, Rógvi Baldvindsson, Meinhard Olsen, Patrik Johannesen og Ári Mohr Jónsson - ið allir vóru fastir í heyst.

Eisini er ivamál við Jóan Símuni Edmundssyni, sum hevur heimstað í Týsklandi. Orsøkin er strongu krøvini um sóttarhald í hesum londum, og tí er ivasamt, um feløgini vilja leysgeva leikararnar til uppgávurnar á landsliðnum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021

53 Leygardagur 13. mars 2021

Býttu stigini í Hólmanum

Fyrsti dysturin í Betri deildini 2021 endaði javnt, hóast heimaliðið í evstu løtu fekk møguleika at fara avstað við øllum

Uros Stojanov skoraði fyrsta málið í Betri deildini í ár, tá hann legði ÍF á odda móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur spælir í ár í Hólmanum á Eiði, og leygardagin tóku sundalagsmenn ímóti ÍF í ársins fyrsta dysti í Betri deildini hjá monnum.

Hóast EB/Streymur var farligari gjøgnum at kalla allan dystin, var tað ÍF sum skoraði fyrsta málið í ár, og hvør annar enn toppskjúttin frá í fjør, Uros Stojanov, skuldi fáa tað málið.

Uros Stojanov legði ÍF á odda tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki royndi EB/Streymur at trýsta, og tá tíggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Ronni Møller-Iversen til 1-1.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fekk Ronnie Møller-iversen ein stóran møguleika at tryggja EB/Streymi trý stig, tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri brotssparki.

Helst hevur nógv trýst verið á, og sundalagsfólk kunnu iðra seg um brenda møguleikan, tí bólturin fór langt upp um málið. Hetta var tað seinasta sum hendi í dystinum.

EB/Streymur - ÍF 1-1
40’ Uros Stojanov 0-1
80’ Ronni Møller-Iversen
90’ Brent brotsspark Ronni Møller-Iversen

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2021

54 Leygardagur 13. mars 2021

Favorittarnir vunnu stórt

KÍ liggur nummar eitt í Betri deildini eftir at fyrsta umfar er avgreitt

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

"Vit liggja nummar eitt, og soleiðis skal tað vera", kundu klaksvíkingar skemtiliga syngja á Svangaskarði sunnudagin, tá síðsti dysturin í fyrsta umfari í Betri deildini 2021 varð liðugur.

Við einum 4-0 sigri ímóti uppflytarunum B68 hava FM-favorittarnir í Klaksvík vunnið sær fyrstu trý stigini, og við betri málmuni enn hinir FM-favorittarnir, HB, sum á Tórsvølli vann 5-2 móti NSÍ, er KÍ á fyrsta plássi í deildini.

Uppflytararnir 07 Vestur tóku ímóti B36, og komu afturum 1-0 beint fyri hálvleik. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki økti B36 um støðuna til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Víkingur fekk við neyð og deyð hála sigurin í hús, tá teir tóku ímóti einum viljasterkum TB-liði. Bólturin vildi bara ikki inn, men í allar evstu løtu eydnaðist, og Finnur Justinussen tryggjaði Víkingi trý stig.

[object Object]Finnur Justinussen tryggjaði Víkingi sigurin á TB í seinastu løtu (Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur - B36 0-2
44’ Bjarki Nielsen 0-1
64’ Martin Agnarsson 0-2

HB - NSÍ 5-2
7’ Hilmar Leon Jakobsen 1-0
21’ Bartal Wardum 2-0
32’ Petur Knudsen 2-1
56’ Dan í Soylu 3-1
63’ Adrian Justinussen 4-1
73’ Klæmint Olsen 4-2
94’ Dan í Soylu 5-2

Víkingur - TB 1-0
94’ Finnur Justinussen 1-0

B68 - KÍ 0-4
8’ Sjálvmál 0-1
35’ Jóannes Bjartalíð 0-2
48’ Heini Vatnsdal 0-3
55’ Páll Klettskarð 0-4

Støðan Betri deildin menn 2021

1. KÍ (3 stig)
2. HB (3 stig)
3. B36 (3 stig)
4. Víkingur (3 stig)
5. EB/Streymur (1 stig)
6. ÍF (1 stig)
7. TB (0 stig)
8. 07 Vestur
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

Annað umfar verður splld hetta vikuskiftið. Í dag spæla uppflytararnir 07 Vestur og B68 í Sørvági. Í morgin spælir HB móti B36, KÍ móti NSÍ, EB/Streymur móti Víkingi og ÍF móti TB. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2021

55 Leygardagur 13. mars 2021

Sunday nýggjur maður hjá HB

HB hevur tryggjað sær 21 ára gamla nigerianska Sunday Odeh

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nigerianski Sunday Odeh er 21-ára gamal, og kemur til HB úr samstarvsfelagnum FC Midtjylland, har hann hevur spælt síðani 2018. Áðrenn hetta spældi hann í FC Ebedei í heimlandinum.

Sunday er verjukendur leikari, og dekkar tey flestu verjukendu plássini á vøllinum, skrivar HB á heimasíðuni.

– Við Sunday fáa vit ein góðan leikara í hópin, og nú meta vit at vit eru væl dekkaðir inn á øllum plássum, sigur Jonas í stuttari viðmerking.

Sunday kemur til landið í dag, og skal tí sita í sóttarhaldi næstu 6 dagarnar. Vit frætta meira frá honum, tá hann sleppur úr sóttarhaldinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

56 Leygardagur 13. mars 2021

Kvinnurnar spæla um Stórsteypið leygardagin

FM-favorittarnir hjá kvinnum bresta saman í stórasteypadystinum leygardagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lagt er upp til eitt sera spennandi kappingarár í bestu kvinnudeildini. Átta lið eru við í kappingini í ár, og í VFF Cup hevur NSÍ givið greið boð um sína styrki, ikki minst, tá tær vunnu 3-1 móti KÍ í finaluni. Men greipuvinnararnir úr Klaksvík hava longu møguleika fyri at reisa seg aftur nú leygardagin. Tá bresta liðini aftur saman á Tórsvølli til síðstu styrkisroyndina áðrenn kappingarbyrjan: Stórsteypadystin. 

Lions Club Tórshavn skipar sum vant fyri Stórsteypadystinum, og peningurin fer í ár til átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái Krossur varðar av. 

Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli í dag klokkan 17.

Atgongumerki verða seld við dyrnar fyri 100 krónur, og vit heitt verður á viðhaldsfólk og áskoðarar um at fylgja koronareglunum.

Átta lið í Betri Deildini hjá kvinnum í ár, nevniliga KÍ, NSÍ, HB, B36, Víkingur, EBS/Skála, AB/B71 og 07 Vestur. Kappingin byrjar 20. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2021

57 Leygardagur 13. mars 2021

Lene Terp fingið hjálparvenjara aftur at sær

Tríggir menn eru settir afturat landsliðsvenjaranum hjá kvinnulandsliðnum, Lene Terp. Christian Høgni Jacobsen er hjálparvenjari

Christian Høgni Jacobsen (Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, hvørji manna venjaratoymið hjá A-landsliðnum við kvinnum

FSF setti síðst í januar Lene Terp sum høvuðsvenjara á kvinnulandsliðnum, og nú er kunngjørt hvørji fólk hon fær í toymið.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Christian Høgna Jacobsen, hjálparvenjara, Jákup Mikkelsen, málmansvenjara og Eli Nolsøe Leifsson, fysiskan venjara, sum saman við Lene Bjerning Terp manna venjaratoymið hjá A-landsliðnum við kvinnum. 

Meðan Jákup Mikkelsen og Eli Nolsøe Leifsson báðir hava verið við landsliðnum seinastu árini, so er uppgávan sum hjálparvenjari ein nýggj avbjóðing fyri Christian Høgna Jacobsen.

– Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki, sum eg eri glaður fyri at hava fingið. Tað eru ikki allir venjarar, sum sleppa at arbeiða við einum A-landsliði, og so eri eg eisini glaður fyri at sleppa at arbeiða saman við Lene og hinum í venjaratoyminum. Lene er ein stór íblástrarkelda við drúgvum royndum, og so sær hon fleiri ting, sum vit kanska ikki hava givið okkum far um. Tað er ótrúliga spennandi og læruríkt at vera partur av, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF. 

Hópurin var á venjingarlegu í Føroyum í februar mánaða, og tá var sama venjaratoymið rundanum liðið eisini við. Landsliðið hittist aftur til venjing seinni í hesum mánaðinum, og síðst í apríl verður lutakastið til HM undankappingina, sum byrjar í heyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

58 Leygardagur 13. mars 2021

Sleppa ikki í gongd í Noregi fyrrenn 1. mai

Koronastøðan í Noreg órógvar framvegis. Harvið skulu fleiri føroyskir leikarar bíða, til teir av álvara koma í gongd við spennandi avbjóðingar í feløgunum

Gilli Rólantsson og hinir leikararnir í fremstu norsku deildunum noyðast at brynja seg við toli (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst varð tað flutt frá 20 mars til 5. apríl, men nú er tað greitt, at eingin dystur verður í teimum trimum fremstu mansdeildunum í Noregi ella í bestu kvinnudeildini fyrrenn fyrst í mai.

Hesum boðar norska fótbóltssambandið frá. Avgerðin er tikin í samráð við Norsk Toppfotball (NTF), Toppfotball Kvinner (TFK) og Divisjonsforeningen (DF). Orsøkin er koronafarsóttin:

- Vit skilja, at tá vit eru í einari krevjandi støðu við vaksandi smittutali í pørtum av landinum, so noyðist fótbólturin at vera við til at minka um ferðavirksemi. Samskifti við myndugleikarnir er gott, men signalini harfrá hava verið tey, at tað er ov tíðliga at lata ov nógv upp fyri slíkum. Tí hava vit útsett 1. umfar í hesum deildunum til fyrst í mai.

Hetta sigur Nils Fisketjønn frá kappingardeildini hjá norska fótbóltssambandinum millum annað í skrivinum. Hann vísur eisini á heimasíðuni á, at fyri at byrja eina kapping á høgum støði og fyri at fyrireika leikararnar ordliga er neyðugt við vanligum uppstarti í nakrar vikur. Tí varð eisini mett, at hetta var besta loysnin. Tað fer tó at geva nakrar avbjóðingarnar at avgreiða kappingina, og tær skulu loysast.

[object Object]
Meinhard Olsen og Jann Benjaminsen eru javngamlir og hava spælt nakað av fótbólti saman. Her hittast teir í dysi í Betrideildini - teir eru nú báðir í norskum fótbólti men sleppa ikki av álvara í gongd enn (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Rógvi Baldvinsson og Bryne skulu royna seg á hægri støði, tá kappingin fer í gongd (Mynd: Sverri Egholm)

At kappingarbyrjan aftur er flutt merkir, at nógvir føroyskir leikarar ikki av álvara sleppa í eldin í sínari heimligu kapping fyrrenn 1. ella 2. mai.

Gilli Rólantsson er farin úr Brann, men spælir nú í Odd, sum eisini er í Eliteserien. Í næstbestu deildini, nevnd OBOS-ligaen, spæla nakrar aðrir landsliðsleikarar. Ári Mohr Jónsson er framvegis í Ulf-Sandnes, Rógvi Baldvinsson og Bryne eru fluttir upp úr triðbestu deildini, og nú er Meinhard Egilsson Olsen eisini partur av tí hópinum.

Tveir føroyskir leikarar eru fluttir til lið í triðbestu deildina, PostNord-ligaen. Patrik Johannesen og Jann Benjaminsen fáa ikki sín byrjanardyst fyri ávíkavist Egersund og Hødd fyrrenn í fyrsta lagi 1. mai.

Ivasamt er, um hesir leikararnir verða tøkir til A-landsliðið, ið verður úttikið í næstum, og sum skal spæla undankappingardystirnar síðst í mánaðinum. Orsøkin er strongu krøvini um sóttarhald í Noreg, og tí er ivasamt, um feløgini vilja leysgeva leikararnar til uppgávurnar á landsliðnum. Um leikararnir fara, so missa teir jú eisini ein umráðandi part av uppstartinum. Allir hesir nevndu leikararnir, fyriuttan Jann, vóru fast ella so at siga fast við farna heyst.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mars 2021

59 Leygardagur 13. mars 2021

Sandavágur og Havnin telva finalu í dag

Eins og í fjør skulu havnarmenn vinna trý útav teimum fýra talvunum í seinasta umfari. Hetta er 11. árið á rað, at Sandavágur ella Havnin fara avstað við FM-heitinum fyri lið. Telvað verður í Sandavági

Her síggjast Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í FM-finaludysti 2020 á Giljanesi. Í dag endurtekur søgan seg í tíggjunda og seinasta umfari.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú í tíggju ár hevur landskappingin í talvi fyri feløg staðið millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Feløgini hava eftir tørni vunnið øll tíggjuárini. Tjúguárini byrja við sama lag.  Eins og undanfarnu árini er so stutt millum oddaliðini bæði fyri seinasta umfar, tá tey fara undir seinna sínamillum dystin, at hesin innanhýsis dysturin fær aftur støðu sum finala.

Fyritreytirnar eru tær somu sum í fjør. Vágamenn hava munin, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn mugu afturímóti vinna í minsta lagi 3-1, skulu teir endurvinna meistaraheitið. 

6-4 til ST
Sandavágs Talvfelag vann sítt fyrsta FM-heiti í 2011. Tá byrjaði ein nýggj tíð í føroyskari telving. Felagið í Sandavági, sum var stovnað í 1969, var í nógv ár elevatorlið millum báðar fremstu deildirnar. Á leið 1980 skeyt seg upp stjørnuskotið Torkil Nielsen, sum brátt vann fleiri FM-heiti í einstaklingstelving. Hann var rættur fongur á 1. borði hjá Sandavágs Talvfelag í nógv ár, men hevði ikki aðrar javnlíkar aftrat sær til at liðið kundi gera seg galdandi. Ikki fyrr enn synirnir, sum báðir eru úrmælingar at telva, vuksu til, høvdu sandavágsmenn brádliga eitt lið, sum var ment at gera seg galdandi í FM-stríðnum. Fyrstu árini høvdu teir havnarmenn at hjálpa sær - Carl Eli Samuelsen og Olaf Berg - men síðani Silas Eyðsteinsson legðist aftrat sum hollur fjórði maður á liðnum, hava teir verið mentir at vinna við egnum fólki. 

Seinastu tíggju árini hava ikki onnur feløg enn Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnið liðkappingina. Frá 2013 til 2016 vunnu sandavágsmenn landskappingina fýra ár á rað. Hjá havnarmonnum bragdaði ikki aftur, fyrr enn nýklakti stórmeistarin Helgi Dam Ziska flutti heim aftur at búgva og fór at hjálpa sínum barndómsfelag í kappingini móti vágamonnum.

Roknað fyri hetta tíggjuáraskeiðið hava vágamenn munin á havnarmonnum við 6-4.

2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT

[object Object]
Vinnandi manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2020. F.v.: Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Sjúrður Thorsteinsson

[object Object]
Vinnandi manningin hjá Sandavágs Talvfelag 2019. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft og Torkil Nielsen.


Felagsumfar
Sum vanligt hevur verið í nógv ár, verða seinastu dystirnir í øllum deildum avgreiddir sum stórt felagsumfar. Sandavágs Talvfelag hevur boðið sær at skipa fyri felagsumfarinum í skúlanum á Giljanesi. Longu klokkan 10 fyrrapartin leygarmorgunin verða klokkurnar settar í gongd við tey mongu talvborðini á Giljanesi. Skipað verður kortini soleiðis fyri, at almennu koronatilmælini verða hildin.

Í fjør skipaði Talvsamband Føroya fyri, at leikirnir á øllum fýra borðum í FM-finaludystinum vórðu varpaðir beinleiðis á heimasíðuni, men sum skilst síggja teir seg ikki førar fyri at veita talváhugaðum hesa tænastu í morgin.

Botnstríðið er ikki eins spennandi í 1. deild sum oddastríðið. Kollfirðingar tykjast at standa í eini næstan vónleysari støðu. Einki annað enn ein 4-0 sigur á Klaksvík B kann bjarga teimum, og tað klára teir neyvan við manningini, sum teir hava havt í vetur.

Í 2. deild er eisini alt mestsum avgreitt. Vestmenningar hava vunnið og flyta upp, og lítið røkist fyri, at Runavíkar Talvfelag kann lofta sær undan niðurflyting. Í 3. deild stendur kappingin um uppflyting í 2. deild millum Tofta Talvfelag og talvfelagið Rók í Sundalagnum. Unglingadeildin er liðug - har hevur Havnar
Telvingarfelag vunnið.

Stórur spenningur
Sum vera man valdar stórur spenningur fyri avgerandi FM-finaluna í morgin. Fara vágamenn at sigra á heimavølli? Ella fara havnarmenn aftur at gera ein vørr sum í fjør?

Havnarmenn hava havt takið á sandavágsmonnum í teimum seinastu sínamillum dystunum. Seinastu tríggjar ferðirnar hava havnarmenn vunnið stórsigur 3½-½. Men munurin á liðunum er ikki so stórur, og tí er spurningurin, um byrurin verður havnarmonnum so blíður á fjórða sinni við.

Dúgliga hevur verið gitt hvussu liðini fara at manna seg. Sandavágs Talvfelag hevur á sínum styrkilista í vetur havt altjóða meistaran John Arna Nilssen á triðja borði, men útisetin hevur ongan dyst telvað við vágamonnum enn. Skopuningurin hevði verið teimum ein kærkomin fongur í morgin, men óvist er helst, um hann fær steðgað so leingi, at hann nær at sita í sóttarhaldi og síðani telva. Annað ivamál er fótbólturin. Tríggir av føstu manningini eru virknir fótbóltsspælarar í fremstu deildini, tveir í 07 Vestur og ein í NSÍ. 07 Vestur hevur heimadyst móti B68 í morgin klokkan 15.00. Illa ber til bæði at telva og spæla fótbólt við so stuttum skotbrá, tí eingin vissa er fyri, at talvið er liðugt um tveytíðina, tá fótbólturin stundar til. Um sáttmálabundnu fótbóltsspælararnir hava vissað sær frí at telva er so annar spurningur.  

Hjá havnarmonnum er neyðin tann, at Martin Poulsen, sum hevur vunnið í øllum trimum seinastu dystunum móti sandavágsmonnum, siglur úti sum maskinmaður, og óvist er, nær hann er inni. Havnar Telvingarfelag hevur fleiri javnsterkar telvarar at manna aftaru borðini. Torført kann vera at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorsteinsson og Luitjen Akselsson Apol. Onkur hevur varnast, at nýtt navn er fyri viku síðani komið á listan hjá Havnar Telvingarfelag. Talan er um Jóan Hendrik Andreasen, sum hevur verið á landsliðnum í fleiri talvolympiadum seinastu árini. Útisetin hevur verið heima alla vikuna og er klárur at taka ein dyst fyri sítt barndómsfelag í morgin. Ljósini hava brunnið í nýggju felagshølunum í Finsen nøkur kvøld hesa vikuna. Har hevur stórmeistarin Helgi Dam Ziska sitið við 1. liðshópinum og lagt eina dystarætlan til í morgin. Hann mannar eisini liðið í samráð við allar hinar.

Talvsamband Føroyar - viðgjørt og stytt nakað 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2021

60 Leygardagur 13. mars 2021

Føroyar fáa stuðul til einastandandi, slóðbrótandi vatnítróttarstøð

Eitt kappróðrarfelag í Suðuroy er, saman við Tvøroyrar kommunu og Lokale og Anlægsfonden, farin at menna fyrstu vatnítróttarstøð í Føroyum. Støðin skal gera føroyingar varugar við frítíðarítriv við strendur og hav

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fýra einfaldar skipsbingjur á Tvøroyri, innast á Trongisvágsfirði, eru tað, sum í dag eru umstøðurnar hjá kappróðrinum á staðnum. Her verður útgerð til hondsmíðaðu róðrarbátarnar goymd, og ungu limirnir í róðrarfelagnum hava sett eina gamla sofu í ta einu bingjuna, so at okkurt sosialt stað er at hittast í eftir venjingarnar.

Men framyvir fer virksemið á fjørðinum og í róðrarfelagnum á Tvøroyri at vera øðrvísi. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (FSR) og føroyingar annars, kunnu gleða seg til eitt nýtt og umfatandi stað til kappróður og við einastandandi møguleikum at royna alt slag av vatnítróttum - frá havsvimjing, kajakkum, vetrarsvimjing og sauna, kaving, brimfjalum og “stand-up paddle”.

Fólkatalið í Føroyum stendur í vøkstri, nýggj sløg av vatnítróttum vinna fram, og siðvenjan við tjóðarítróttini kappróðri er framvegis sterk. Felagshúsið, sum upprunaliga legði lunnar undir FSR, liggur í einum øki, sum í dag er farið til ídnaðarvirksemi.

Vatnítróttastøðin Fjørður
Tí er FSR saman við Tvøroyrar Kommunu og Lokale og Anlægsfonden farin at menna Føroya fyrstu, fjølbroyttu vatnítróttastøð, “Fjørður”.

Linn Mohr Augustinussen, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag sigur:

– Felagið varð stovnað her á Tvøroyri í 1934. Í botn og grund eru vit eitt vanligt róðrarfelag, men vit síggja stórar møguleikar í at koma við øðrum virksemi. Vit hava nýliga smíðað nýggjar bátar til okkara dreingja- og gentumanningar, men av og á kann tað vera torført at fáa eina heila manning - nógv eru, sum fara til størru býirnar at lesa, veðurlagið er harðført, og tann krevjandi róðrarvenjingin fer vanliga fram eina avmarkaða tíð av árinum, so okkum tørvar annað virksemi í tryggum umstøðum.

[object Object]

Jakob Færch, menningarráðgevari hjá Lokale og Anlægsfonden sigur:

– Tað er ein einastandandi og víðfevnd støð, sum nú fyri fyrstu ferð gevur føroyingum atgongd til øll sløg av vatnítróttum. Fjørdur gevur lív og drívmegi og savnar kreftirnar og áhugan fyri havinum undir eini lon, í kørmum, sum eggja til at menna virksemi. Støðin bæði stuðlar upp undir og lærir okkum at menna og nýta havið aktivt í Føroyum - í longdini kann tað væl hugsast at, at fleiri støðir verða við føroyskar firðir og strendur.

– Sum fyrrverandi rógvari og formaður í FSR, venjari hjá bátum sum hava vunnið føroyameistaraheitið fleiri ár upp í slag, og sum bórgarstjóri í góð 18 ár, er tað mær ein serstøk gleði at takka fyri tað gevandi samstarvið, sum vit í kommununi og FSR sum felag hava havt við LOA-grunnin. Vit fáa ein rógvimiðdepil – eina minni útgávu av “Bagsværd”og eina miðstøð fyri alla vatnítrótt, sum kann roynast í tí fantastisku náttúruni, sum er í og kring Trongisvágsfjørð. Ungdómurin í býnum fer í framtíðini at fáa góð høvi at luttaka í og betra seg í øllum sløgum av vatnítróitt, og vit vóna, at tað verður við til at gera býin meiri spennandi at venda aftur til, eftir lokna útbúgving, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu.

Tvøroyrar kommuna stuðlar verkætlanini við fígging og rakstri framyvir. FSR vera fastir brúkarar í húsinum og bjóða kappróður sum ítriv og á hægri støði, til børn, ung og eldri. Tiltøk verða sett í verk fyri aðrar vatnítróttir og ítróttar- og útilívslinjurnar, í skúlanum á Tvøroyri, fara eisini at nýta støðina. Gongufólk og fjallasúkklarar, sum nýta fjøllini nær húsunum, fara eisini at nýta støðina.

[object Object]

Verkætlanin brýtur slóð fyri meiri rørslu við strendurnar og á havinum kring Føroyar.
Húsini fara at liggja einans 10 metrar frá sjóvarmálanum. Ein breið uttandura trappa fer at lætta um hjá havsvimjarum, teimum sum standa á “stand-up paddle” og árabátum at leggja at. Ein sauna í fjøruni, fyri 20-25 fólk, fer at gera tað lokkandi alt árið, í tí hørðu náttúruni við góðum útsýni til fjørð og fjøll í hitanum.

Høvuðsbygningurin verður í trimum hæddum við skiftingar- og brúsurúmum til bæði kvinnur og menn, vesi til førleikaskerd, stór goymslurúm har rúm verður fyri árabátum, havkajakkum, SUP-fjølum, kaviútgerð, verkstaði, náttúrurannsóknarútgerð, súkklu- og gonguútgerð.

[object Object]

Tað ber til at nýta árabátar, vera sosialur, nýta tekøkin í húsinum, nýta lestrarumhvørvið og fundarhøli, at útbyggja sína útivenjing við rørslu- og venjingarøkinum við ergometri og amboðum til styrkivenjingar.

Eitt 180-stig panoramaútsýni móti fjørðinum verður eisini dómaratorn, har tað sæst út yvir 2000 metra kappróðramálini, sum byrja við felagshúsið. Í gerandisdegnum verður tornið uppihaldsstað hjá ungum, har tað verður møguligt at fara eitt sindur burturfrá.

Meiri um verkætlanina
Verkætlanina hevur arkitekturin Kurt Jensen teknað. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er byggiharri og mennir verkætlanina í tøttum samstarvi við Tvøroyrar kommunu, sum stuðlar við 6,5 milliónum. Lokale og Anlægsfonden stuðla verkætlanini við 3,8 milliónum.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2021

61 Leygardagur 13. mars 2021

Beinta Joensen og Jan McIntosh vunnu fyrsta FM-umfari

Skipað var fyri dartkapping um vikuskifti við nýggjari og framkomnari tøkni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta av átta undankappingum til FM í dart var í høllini á Skála leygardagin. 58 menn og 8 kvinnur vóru møtt upp til kappingina.

Tað serliga við kappingini var, at hetta var fyrsta kappingin eftir, at Dartsambandið í vetur gjørdi íløgu í nýggjastu dartútgerðina. Hetta hevur við sær, at skrivarin ikki skal standa og rokna á eina talvu. Í staðin er ein teldil við appini DartConnect við hvørja skivu, har tølini verða tastað inn so hvørt og alt verður rokna út og sent beinleiðis út á netið.

Fólk kunnu so sita heima í stovuni og fylgja allari kappingini, samstundis sum spælararnir beinanvegin eftir dyst fáa teldupost við hagtølum fyri dystin teir hava spælt. Hetta er rættiliga stórt, og Føroyar eru millum fyrstu londini, ið nýta hesa útgerðina til allar kappingar.

[object Object]

Beinta Joensen best
Hjá kvinnunum vóru sum áður nevnt átta leikarar. Her vísti Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag ræðandi styrki, tí hon spældi seg í finaluna, uttan at tapa eitt einasta sett.

Í finaluni stóð fyrrverandi FM-vinnarin Birthe Sikivat úr ArgjaDart fyri tørni. Finalan gjørdist eins spennandi og væntað var, og tær máttu spæla øll sjey settini, áðrenn Beinta vann 4-3.

Møðgurnar Gunnbjørg Dam og Joan Edvør Thomasen úr Vága Dartfelag vunnu bronsu.

[object Object]

Hans Eivind Olsen vann B-finaluna
Hjá monnum byrjaði dagurin í 16 bólkum, har vinnarin í bólkunum fór í A-kappingina, meðan nr 2 og 3 fóru í B-kappingina.

Longu í bólkaspælinum komu nøkur óvæntað úrslit. Millum annað tapti fyrrverandi FM-vinnarin Jón Jóhansen móti Marjus Hansen úr D9, Heri Kallsoy tapti móti Inga á Smið, og Jan Erik Fjallstein mátti lúta fyri fyrrverandi fótbóltsleikarnum Heina Heinason.

B-kappingin var tí mannað við rættuliga sterkum leikarum. Jan Erik, Jón og Heri spældu eisini væl í byrjanini. Heri og Jón møttust tíðliga. Har vann Heri, men dystin eftir tapti Heri móti Hans Eivind Olsen og Jan Erik tapti móti Laurits Hansen, sum spældi rættuliga støðugt, og hevði júst tað sum skuldi til fyri akkurát at vinna mótstøðumenninar.

Hans Eivind vann finaluna 5-4 móti Laurits, meðan John Reid Jacobsen og Heri Kallsoy fingu bronsu.

Skuldi fyrst basa tveimum fyrrverandi FM-vinnarum
Í A-kappingini skuldi verandi føroyameistarin, Jan McIntosh, berja seg forbí tveir fyrrverandi FM-vinnarar, um hann skuldi røkka hálvfinaluni.

Fyrst var tað Bárður Olsen og síðani Remy Gaardlykke, ið skuldu vinnast, og við flottum spæli í altjóða klassa, so kom Jan gjøgnum báðar dystirnar, men tað stóð á til tíðir. Serliga dysturin millum Jan og Remy var góður, og báðir høvdu yvir 80 í miðal.

Í hálvfinaluni var tað Allan við Rætt, ið stóð klárur, og hetta gjørdist eisini ein spennandi dystur, sum endaði við, at Jan dróg longra stráðið, hóast Allan eitt skifti var á odda 3-1.

Tvær ferðir treble-20 og bulls-eye
Í hini hálvfinaluni spældu Uni Árting og Bergur Kluftá. Bergur hevur spælt í nøkur ár, men serliga tað seinasta árið hava vit sæð eina stóra framgongd til kappingarnar. Hendan hálvfinalan gjørdist ein sannur gysari, og teir fylgdust til 4-4, áðrenn Bergur tók tvey tey seinastu settini og vann seg í finaluna.

Serliga 6. settið gjørdist nakað serligt, tá Bergur javnaði til 3-3 við at lukka 170 (treble 20-treble 20-reyðan bull). Hetta er hægst møguliga lukkingin í dart og er ikki sæð í kapping í Føroyum síðan í 1990’unum.

[object Object]

Seigur finaludystur
Finalan millum Jan McIntosh og Berg Kluftá varð spæld best av 13 settum, og hetta gjørdist ein seigur dystur.

Løtu sá út til, at Jan skuldi gera skjótt av, tí hann kom á odda 5-1 uttan at Bergur veruliga megnaði at fylgja við.

Men so vann Bergur trý sett upp í slag (tvey av teimum við lukking yvir 100), og so var aftur spenningur í. Síðann vunnu teir hvør sítt sett. Bergur hevði síðan seks pílar til at javna til 6-6, men har vóru nervar uppá spæl, og Jan avgjørdi so dystin beinanvegin hann fekk møguleikan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mars 2021