Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. mars 2021 | Nr. 12 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Katrin koyrir gravkúgv: - Vinfólkini halda tað vera kul

23-ára gamla havnargentan, Katrin Helgadóttir Iversen, dámar so væl starv sítt sum maskinførari, at hon sum er als ongar ætlanir hevur um at søkja aðrar leiðir í bræði

SíÐa 2

1 Leygardagur 20. mars 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Not in my back yard

NIMBY er eitt hugtak, sum tikið stundum verður til í enskmæltum londum. Ein bókstavastytting fyri “Not in my back yard”, og verður brúkt um hetta, vit so ofta uppliva, at fólk ganga inn fyri einum hvørjum, men bara ikki nærhendis har, sum tey búgva.

Vit vilja hava grøna orku, men vit vilja bara ikki síggja myllurnar úr vindeyganum har vit búgva. Flestu okkara ganga inn fyri vatnorku heldur enn diesel, men vit vilja ikki hava, at nøkur á nærhendis okkara bústað verður turrløgd.

Og so er tað tjóðleikarhúsið, sum myndugleikarnir helst vilja hava so nær miðbýnum sum gjørligt, men tey sum eru í vanda fyri at missa ein part av útsýninum út á sjógv, vilja ikki hoyra talan um at tað verður lagt á Bursatanga, og finna allar møguligar grundgevingar, sum kunnu tala ímóti.

Soleiðis er við øllum.

Og nú verður eisini argumenterað fyri, at slíkar avgerðir skulu takast við fólkaatkvøðu millum tey, sum búgva nærmast.

Hevði kommunuskúlin í Havn verið bygdur í sínari tíð, um fólkini í Rabarbukvarterinum høvdu sloppið at tikið avgerðina? Hevði Tórsvøllur komið, um fólkini oman Viðarlund áttu avgerðina? Hevði Varðin Pelagic komið, um íbúgvarnir á Valinum áttu avgerðina? Hevði Havsbrún komið, um avgerðin varð tikin av teimum, sum búgva norðuri á Høvda? Kemur nakar Húsarhaldsskúli í Klaksvík, um avgerðin er teirra, sum búgva á Biskupsstøð?

Svarið er nei.

Sjálvur búgvi eg – í luftlinju – sirka tveir kilometrar frá Føroya størstu vindmyllulund. Hóast henda ikki skuldi síggjast frá bygdum øki, so eru tríggjar teirra at síggja frá mínum vindeyga heima.

Á Eiði verður frástøðan nakað tann sama niðjan til økið, har tað nú er ætlanin at seta upp fýra vindmyllur. Borgarafundur og krav um fólkaatkvøðu er svarið. Tey óttast gangin frá myllunum, møguliga at tær fara at kasta skuggar á bygdina, hóast tær liggja í beinan eystan úr bygdini, og tað neyvan kunnu vera nógvir dagar á árinum, at sólin sæst í tann rætningin.

Tá 13 vindmyllur vórðu settar upp í Húsahaga í Suðurstreymi, vórðu borgararnir í høvuðsstaðnum ikki spurdir eftir. Ongin kunningarfundur fyri tey, ið búgva nærmast, og einki krav um fólkaatkvøðu.

Skal siga fyri meg, og bara meg: Eg frøist um at síggja tríggjar vindmyllur mala uttan fyri køksvindeygað. Frøist um dálkandi oljuna, ið verður spard. Havi aldri hugsa um skuggakast, hóast seinnapartssólin um sumrarnar stendur í sama rætningi sum myllurnar.

Einaferð havi eg lagt merki til, at eg havi hoyra sjóðið frá myllunum meðan eg var sitandi uttan fyri húsini í góðveðrinum. Men órógvaður av tí? Nei, tað havi eg ikki verið...

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7470

    Lisnar síður: 26348

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 20. mars 2021

Katrin koyrir gravkúgv: - Vinfólkini halda tað vera kul

23-ára gamla havnargentan, Katrin Helgadóttir Iversen, dámar so væl starv sítt sum maskinførari, at hon sum er als ongar ætlanir hevur um at søkja aðrar leiðir í bræði

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

Hon er leys, frí og fræls sum fuglurin.

Ongan sjeik og ongi børn.

Og so hevur hon kastað seg út í nakað, sum fyrr ikki bara var mett sum eitt mannfólkaarbeiði burturav, men sum so sanniliga eisini var tað, tí ongin tá við sínum fullu fimm dugdi at ímynda sær nakað annað.

Altso at síggja eina kvinnu stýra og arbeiða við eini gravkúgv!

Ið hvussu er ikki her heima hjá okkum, mundi niðurstøðan hjá fólki flest helst vera tá í tíðini.

[object Object]

Mangt broytist á mansins ævi
Men, sum vit so mangan fyrr hava sannað, broytist mangt á mansins ævi.

Og nú er tað, sum tá var óhugsandi, vorðin veruleiki eisini hjá okkum, eftir at 23-ára gamla havnargentan, Katrin Helgadóttir Iversen, so dyggiliga hevur gjørt hesar fordómar til skammar.

Hon er – okkum vitandi - fyrsta føroyska kvinna, sum á púra jøvnum føti við mannligu starvsfelagar sínar í sp/f Plan er vorðin førari av m.a. eini ikki minni enn 40 tons stórari gravkúgv.

Frammanundan koyrdi hon eisini lastbil hjá sama byggifelag, men tað venda vit aftur til um eina løtu.

Fyrst eitt sindur um Katrina sjálva.

Til Hollands at lesa
Katrin er yngst av seks systkjum, dóttir Mary Ann og Helga Iversen.

Hon hevur miðnámsprógv og fór í fjørsummar til Amsterdam at lesa bachelor í íverksetan og innovatión.

Men tá koronufarsóttin í heyst av álvara fór at gera um seg í Evropa, gjørdi hon av at koma heim aftur. Síðani hevur hon tikið avgerð um fyribils at gevast við lestrinum og er farin at arbeiða hjá byggifelagnum Plan, har hon eisini arbeiddi, áðrenn hon fór til Hollands at lesa.

[object Object]

- Eg byrjaði upprunaliga hjá Plan í 2019 sum lastbilaførari. Eg havi koyrikort bæði til lastbil og trailara, greiðir Katrin H. Iversen eldhugað frá og heldur fram:

Fór at koyra maskinu
- Síðani fór eg í smáum at læra meg at koyra maskinu, og faktiskt eri eg í læru enn. Eg slapp at royna at flyta og grava við smærri maskinum. Síðani lærdi eg at flyta tær størru maskinurnar, um tær stóðu fyri og eg skuldi framvið við lastbilinum. Eftir tað slapp eg at fylla bilin av og á við sandi og øðrum tilfari, mest við smærri maskinum, men viðhvørt eisini við størri maskinum. Og soleiðis helt tað fram.

- Fyrstu ferð eg slapp at hjálpa ordiliga til við eini størri uppgávu í stórari maskinu, var tá tyrvingarplássið hjá IRF og KOB í Kvívík varð grivið út í fjørvár.

- Men nú, eg eri komin heim aftur, eri eg sloppin at koyra maskinu.

Faktiskt er hetta mín fyrsta vika, eg eri til arbeiðis aftur, greiðir fryntliga og fyrikomandi havnargentan frá.

[object Object]

Umvæla Kaldbaksvegin
Sp/f Plan hevur tveir fastar maskinførarar umframt aðrar, sum duga at koyra maskinu. Og teirra millum telist nú Katrin.

- Beint nú laða vit grót framvið Kaldbaksvegnum, men eg eri altíð til reiðar at leypa til, tá brúk er fyri fólki aðrastaðni. Tað er tað góða við at arbeiða her, at vit sleppa at royna eitt sindur av hvørjum, sigur hon brosandi.

- Hvaðani stavar áhugi tín fyri lastbilum og maskinum?

- Eg veit ikki reiðiliga, men sum yngri kundi eg vera nokkso rokalig. Og so havi eg eisini ein eldri beiggja, sum hevur koyrikort bæði til lastbil og trailara umframt at hann eisini hevur koyrt maskinu so leingi eg kann minnast. Eg minnist eisini einaferð, at eg slapp at sita í maskinuni hjá honum, tá eg var yngri, so kanska er tað har, áhugin kemur frá, heldur hon.

Dámar væl at rokast
- Ert tú eisini før fyri at gera møguligar umvælingar av maskinuni, um tørvur knappliga er á tí undir arbeiðnum?

- Nei, ikki enn, men eg vænti at læra tað við tíðini.

- Er talan um skitið arbeiði?

- Ikki sum heild. Men tað kann saktans henda, tá t.d. maskinan og beltini verða vaskað og reinsað ella um eg hjálpi til úti. Men eg leggi ikki petti í, um arbeiðið er skitið viðhvørt. Mær dámar væl at rokast, og tað er bara ein partur av arbeiðnum.

-Hvussu er at vera einsamøll kvinna millum menn í hesum arbeiðnum?

- Áðrenn eg byrjaði, var eg ógvuliga nervøs, tí eg visti ikki, hvat teir fóru at vænta av mær. Og kanska fór eg ikki at megna at gera sama arbeiði , sum teir gjørdu. Eisini hugsaði eg, hvat um eg ikki fór at klára at lyfta líka tungt og nógv sum teir osfr. Men eg haldi, at teir eru serstakliga fittir og tóku bara væl ímóti mær. Mær dámar væl at arbeiða saman við teimum, og eg stórtrívist her. Eg havi eisini trivist væl alla aðrastaðni, tá vit hava verið úti á øðrum arbeiðsplássum og arbeitt. Ja, hetta er helst eitt tað besta starvið, eg havi havt, staðfestir Katrin uttan himpr.

[object Object]

Arga viðhvørt
- Kunnu teir finna upp á at arga teg eitt sindur viðhvørt?

- Jú, viðhvørt arga teir eitt sindur, men eg haldi, at tað bara ger arbeiðið meira hugaligt, hahaha.

- Hvussu leingi ætlar tú tær at halda fram í hesum arbeiðnum?

- So leingi, sum eg havi hug. Sum sagt, so trívist eg sera væl, og eg eri glað fyri at vera her, sum eg eri beint nú.

- Vilt tú mæla øðrum kvinnum til at gera tað sama sum tú?

- Um tær hava áhugan, so vil eg avgjørt mæla teimum til at halda seg framat.

- Hvat halda vinfólkini hjá tær um at tú hevur valt hetta arbeiðið?

- Tey halda tað vera bæði stuttligt og kul. Tey halda tað eisini vera stuttligt, tá eg gangi runt í handlum í tuflum og arbeiðsklæðum, um vit koma at fylgjast beint eftir arbeiðstíð og eg ikki havi fingið skift.

[object Object]

Skúlin má bíða
- Hvørjar framtíðarætlanir hevur tú?

- Eg havi fingið tað, sum eg bleiv liðug við í skúlanum í Amsterdam, góðskrivað, so eg kann altíð byrja aftur har, tá eg vil. Men tað verður ikki beint nú. Sum nú er, ætli eg mær at arbeiða her hjá Plan, og so má skúlin bíða fyribils. Kanska fari eg eina heilt aðra leið, hvør veit? Men beint nú vil eg fegin hetta, sum eg ikki skifta hetta út við nakað. Mær dámar væl, at tað allatíðina eru nýggjar avbjóðingar og okkurt nýtt, eg kann læra. Kanska verði eg her leingi, sigur Katrin Helgadóttir Iversen og hyggur at klokkuni.

Tíð er at halda fram við arbeiðnum at hampa um vegin til Kaldbaks. Men fyrst skal olja fyllast á maskinuna.

[object Object]
Arbeiðsgevarin, Jóhannis Helisdal 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021

3
Leygardagur 20. mars 2021

- Fantastisk kensla at eta epli, sum eg sjálv havi sett niður

Maud Wang Hansen tók stig til felagsveltu í Nólsoy. Nú gleða tey seg til at seta niður á triðja ári

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Tann tíðin er farin, tá ið flestu húsarhald veltu eplir. Tað eru kortini framvegis mong, ið velta eplir til egið brúk. Óivað eisini úti í Nólsoy. Men fyri tveimum árum síðani tók Maud Wang Hansen stig til eina veltu, ið er felags fyri fleiri húsarhald ella einstaklingar – ‘heimaveltan í Nólsoy’.

– Eg fekk hugskotið, tá ið eg las West Nordic Studies, har hugtakið ‘burðardygd’ er í miðdeplinum. Oftast seta vit náttúru og umvørvi annars í samband við burðardygd, men burðardygd snýr seg eisini um annað, sigur Maud.

[object Object]
Maud Wang Hansen

Leyst og liðugt beinanvegin
Tað stutta av tí langa er, at Maud spurdi seg sjálva, hvussu hon kundi vera við til at fremja burðardygga menning. Tá var tað, at hugskotið um eina felags veltu kom til hennara – hugskotið um eina veltu í Nólsoy, har í prinsippinum øll kundu velta, og tey, sum ikki dugdu, kundu læra tað.

– Vit brúka jú øll eplir mestsum hvønn dag, men tað eru ikki øll, ið hava møguleika at velta síni egnu eplir. Eg spurdi ein festara í bygdini, og tað var leyst og liðugt beinanvegin, og nakað seinni hevði ein kona í bygdini loyst 8.000 fløg við maskinu, greiðir stigtakarin frá.

Nólsoyartiltak
Talan er um eitt burðardygt tiltak í Nólsoy og fyri fólk í Nólsoy, og tað verður tað framyvir.

– Nakrar útreiðslur stóðust av at byrja, og tí útvegaðu vit fígging um vegis ‘hópfígging’, og tá vóru eisini fólk aðrastaðni, ið meldaðu seg til, upplýsir Maud.

– Fyrra árið – í 2019 – mundu vit vera eini 20 húsarhald, og í fjør vóru vit útvið 15 (tú kanst lesa meira um tiltakið inni á ww.hopfigging.fo).

Burðardygd – bæði so og so
Maud sigur, at tað var sera stuttlig og gevandi at vera saman á hendan hátt. Maud vendir aftur til hugtakið ‘burðardygd’.

– Sosial burðardygd er júst hetta at laga viðurskiftini – umhvørvið og viðurskiftini manna millum – soleiðis, at tað fremur felagsluttøku og trivnað í nærumhvørvinum, nú og fyri komandi ættarlið.

– At vit, sum veltu, fingu bílig epli burturúr til okkara egna húsarhald, er dømi um búskaparliga burðardygd.

– At eplini ikki skuldu ferðast langa leið til Føroya og harvið økja um útlátið av vakstrarhúsgassum, og at tey vórðu velt við vistfrøðiligum tøðum, tað er dømi um umhvørvis- og náttúruburðardygd.

Moldvelta í ár
Maud sigur, at báðar ferðirnar flagveltu tey, men tað ber ikki til at gera flagveltu (eisini kallað reimavelta) triðu ferð á sama øki. Tí verður økið saksað í ár, og so verður talan um moldveltu, eisini kallað hyppivelta og ryggjavelta.

Fleiri av teimum, sum veltu undanfarnu árini, høvdu ongantíð velt fyrr. Ein teirra var Anja Hartmann Wardum, sum er úr Havn, men sum býr í Nólsoy. Í vikuskiftinum brúkti hon seinastu eplini frá í fjør, so nú gleðir hon seg til at sleppa at seta niður aftur.

[object Object]
Anja Hartmann Wardum

Anja: Lættari enn man heldur
– Tá man er uppvaksin í Havn uttan jørð í húsinum, so er eplavelting ikki ein partur av tær, man er so at siga fremmandur yvirfyri tí, sigur Anja Hartmann Wardum.
Fyrra árið keypti hon epli frá onkrum av teimum, sum høvdu velt, men seinna árið velti hon sjálv, og tey løgdu henni lag á.

– Satt at siga: tá ið man fer í holt við tað, so er tað nógv lættari enn man heldur, sigur Anja, sum fekk væl uppaftur – eplini vóru smá, men sera góð og smakkaðu sera væl.

– Tað er ein fantastisk kensla, hetta at tú setir nøkur epli niður og fimm mánaðir seinni fært tú eitt lítið ársforbrúk upp aftur, sum man sjálv hevur syrgt fyri, sigur havnarkonan í Nólsoy.

Spentar at seta niður í ár
Nú er tíðin komin at hugsa um komandi eplaárið, tí vanliga verður sett niður síðst í apríl. Maud sigur, at tað fer at vera møguligt at seta niður í ár.

– Eg vóni, at heimaveltan í Nólsoy verður afturvendandi tiltak, og at fleiri taka táttin upp aðrastaðni, sigur Maud, ið leggur dent á, at tiltakið er møguligt, tí festarin vil geva sítt íkast til bygdartiltakið.

Bæði Maud og Anja ætla sær seta eplir niður í ár.

– Í ár veit eg eitt lítið sindur meira enn í fjør, so nú klári eg meg meira sjálv, men eri eisini klár at læra upp aftur meira um eplir og eplavelting – og ikki minst at vera saman við hinum, sigur Anja.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021

4 Leygardagur 20. mars 2021

Tú skal eta tey epli, tú sjálv/ur hevur velt ...

Ein vegleiðing

Tað er neyðugt at gera sær ómak og at fylgja væl við, skal tú fáa sum mest og best burturúr
SkrivaÐ:

-

Ætlar tú tær at seta epli niður og hevur ikki roynt tað fyrr? So hevur Búanaðarstovan eina vegleiðing, ið á sínari heimasíðu. Niðanfyri er ein eitt sindur umskipað útgáva av hesi vegleiðing.

Tíð at hugsa um at seta niður epli
Vanligt hevur verið at sett epli 25. apríl. Er talan um flagveltu, so eiga eplini at verða sett niður flaggdagin, meðan tey kunnu setast niður fleiri vikur seinni, um talan er um moldveltu.

[object Object]Tað eru nógv sløg av seteplum

Áðrenn tú setur niður
Seteplini. Seteplini skulu vera frísk og helst viga um 65-70 gramm hvørt. Tú skalt rokna við 1.200-1.400 eplum fyri hvørji 100 kg av seteplum.

Eplini mugu spíra áðrenn tú setur niður. Áðrenn epli verða sett niður, skulu tey leggjast at spíra góðar tríggjar vikur framman undan. Ætlar tú tær at seta epli niður 25. apríl, so skulu tey leggjast at spíra 1. apríl.

Ljós og hiti. Eplini skulu liggja á einum borði umleið 1-2 metrar inn frá einum vindeyga í einum 12-14 hitastigum.

Tá tú setur niður
Hitin. Tá ið tú setur niður skal hitin helst vera minst 8 stig.

Fløgini. Hevur tú flagveltu, so eigur álin at leggja eplini á at vera um 20 sentimetrar breið. Fløgini eiga at vera 50 sentimetrar breið, 30 sentimetrar long og um 6 sentimetrar tjúkk.

Hvussu langt skal vera ímillum? Tá ið tú setur eplini niður, so skalt tú hava umleið 70 sentimetrar ímillum røðini og 30 sentimetrar ímillum eplini.

Fyribyrg rótasoppi. Mælt verður til at viðgera eplini fyri at fyribyrgja rótasopp. Sproyta á eplini beint áðrenn, tú setur niður (ella beint tá ið tey eru løgd í veltuna).

Taðing 1. Eplatøð skulu ikki hava ov nógv klor í. Tað ið tú taðar, so eru N-P-K 14-3-15, ella nitrofoska væl egnað, uml. Hvussu nógv? Svarið er:

- Um tú bert taðar hesa einu ferðina, so so skalt tú brúka 40-45 gramm til hvørt epli.

- Um tú eisini taðar, tá ið bløðkurnar eru komnar upp (sí taðing 2 niðanfyri), so skalt tú bert brúka um 25 gramm til hvørt epli.

Verða ov nógv tøð nýtt, serliga salpetur, verða eplini vatnut og verða svørt í miðjuni. Mælt verður ikki til at nýta kálk, tí tá verður ofta nógv skrubb.

Nú er klárt at koyra mold ella leggja flag oman á seteplini.

Eftir at tú hevur sett niður
Ókrút
. Ókrút kann týnast við onkrum munagóðum evnum, sum verður koyrt á ryggirnar, beint áðrenn eplini eru farin at næla.

Taðing 2. Sum nevnt, so skalt tú taða, beint tá ið tú hevur sett niður. Tú kanst eisini taða eina ferð afturat, tá ið bløðkurnar eru blivnar 10-15 cm. Tað er serliga kálksalpetur, ið verður brúkt.

Svartaspilla. Um tað er lýtt og ráligt, so kann svartaspilla koma í veltuna. Hon kann fyribyrgjast við at sproyta veltuna við soppadrepandi evnum. Sproyta fyrstu ferð, tá ið bløðkurnar eru einar 20-30 SENTIMETRAR høgar, og síðani regluliga við einum 8-12 døgum ímillum, til vandin fyri svartaspillu er av. Eplini mugu ikki takast upp, fyrrenn 14 dagar eftir, at sproytað er á tey.

At taka upp epli. Eplini kunnu takast upp fyrst í septembur ella tá ið slokkarnir eru følnaðir. Tað skal helst vera turt og ikki ov kalt.

Tá ið eplini eru tikin upp, verða tey turkað og løgd í eitt myrkt rúm í 1-2 vikur í 11-14 hitastigum.

At goyma eplir. Eplir skulu goymast í 4-5 hitastigum, og luftin má ikki vera ov turr. Fer hitin niður um 4 stig ella frost kemur í eplini, so fáa tey ein søtan smakk, og tey halda sær ikki so leingi.

Kelda: Búnaðarstovan

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2021

5

Størv

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Fíggjarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:

Dugir tú at lesa sjókort?

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Handverkari ella maskinistur til smiðjuna í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Summarferiuavloysari til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024
6 Leygardagur 20. mars 2021

Silvurkalvi endaði sínar dagar í Kvívík

Myndir: Tjóðsavnið eigur longu ein silvurkalva – tí sleppur hesin at rotna til gleði fyri fuglarnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein vakur og heldur sjáldsamur fiskur gjørdi landgongd niðri í fjørðuni í Kvívík gjárkvøldið.

Talan er um flata og glitrandi fiskin, sum á føroyskum verður nevndur silvurkalvi, trachipterus arcticus á latíni.

Talan er um ein fisk, sum vanliga svimur á djúpum vatni, men tað er ikki óvanligt, at hetta fiskaslagið rekur inn á føroyskar firðir. Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur á Havstovuni sigur, at man veit ikki nógv um liviháttin hjá hesum fiskaslagnum, men okkurt bendir á, at fiskurin kemur í trupulleikar um hann kemur ov langt upp í sjógvin. Eisini er hann stórur og flatur, og stendur nærmast sum eitt segl í sjónum, og harvið lætt kann verða tikin av rákinum.

[object Object]

Martin Petersen var ein túr í fjørðuni í gjárkvøldið við tummastokkinum, og kundi staðfesta at fiskurin var yvir tveir metrar langur.

Har var eitt sindur av lívi í fiskinum, har hann lá. Fiskurin er nú deyður og fuglarnir gera sær dælt av rovunum.

Martin boðaði Havstovuni frá, men hvørki har ella á Tjóðsavninum var møguleiki at koma til Kvívíkar í gjárkvøldið at kanna fiskin nærri.

Jón Aldará á Tjóðsavninum sigur við Portalin, at so seint sum tollaksmessudag fekk Tjósavnið eina líknandi fráboðan, tá ein silvurkalvi var komin inn á sandin í Kaldbaksbotni.

Tann fiskurin varð fingin til høldar, liggur nú goymdur í eini frystiboks, so hann kann varðveitast og brúkast í framsýningini hjá savninum.

Jón Aldará sigur, at tað er fleiri ferðir komið fyri hesi seinastu árini, at silvurkalvar eru sæddir deyðir ella hálvdeyðir í fjøruni í Føroyum.

Fiskurin er vakur at sjá við skínandi silvurlittari roðslu og reyðari ryggfjøður. Jón Aldará heldur, at navnið silvurkalvi hóskar stakv væl.

- Vit hava sæð, at roðslan líka sum oksiderar á fiskinum, tá hann doyr og hann gerst svartari á liti. Júst sum tað ger við silvuri, sigur Jón Aldará. 

Myndirnar hevur Brynjálvur Petersen tikið

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

7 Leygardagur 20. mars 2021

Trý listaverk til krabba-hjálpina

Sí verkini hjá Tróndi Patursson, Guðrið Poulsen og Joel Cole, ið verða seld á uppboði á ‘Føroyar móti Krabba’-tiltakinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrapartin hósdagin komu tey trý listafólkini, Tróndur Patursson, Guðrið Poulsen og Joel Cole í Norðurlandahúsið við hvør sínum listaverki, ið varð latið Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum.

Talan er um listaverkini, ið verða seld í almennum uppboði í sambandi við stóra tiltakið Føroya móti Krabba, sum Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið skipa fyri leygarkvøldið 27. mars.

Listafólkini fingu 24 dagar at evna síni listaverk. Tróndur Patursson kom við einum málningi í eyðkenda djúpbláa litinum, Guðrið kom við einum svartari skurmynd úr leiri og Joel kom við einum av sínum eyðkendu skurmyndum úr amerikanskum viði.

Frá í dag av kunnu listaverkini skoðast í forhøllini í Norðurlandahúsinum, og longu nú ber eisini til at koma við einum boði upp á listaverkini.

[object Object](Mynd Sverri Egholm)

Boðið byrjar við 5.000 og 20.000
Skurðmyndirnar byrja við 5.000 krónum og málningurin við 20.000, og Krabbameinsfelagið dylir ikki fyri, at tey ynskja at prísurin kemur væl upp um byrjanarupphæddina.

Inntøkurnar frá uppboðssøluni fara til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at hjálpa sjúklingum og avvarðandi, ráðgeva, upplýsa og veita stuðul til gransking. Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga listafólkunum fyri stuðulin.

[object Object]
Guðrið Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Keyparin má sjálvur tulka
Einki av listaverkunum hevur heiti. Tað verður upp til tey, ið ogna sær verkini, at finna fram til hvat verkið ímyndar.

- Eg vildi ikki geva hesum listaverkinum eitt heiti, men tað er heilt vist, at eg gjørdi mínar tankar, meðan eg evnaði verkið til.

- Men eg haldi tað ikki vera rætt at fortelja hvørjar tankar eg leggi í verkið – tað eigur tann, ið ognar sær tað, sjálv/ur at gera, tí eg ynski ikki at ”lukka” verkið. Men eg tosi gjarna við tann, sum keypir, segði Guðrið Poulsen í dag.

[object Object]
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum og Tróndur Patursson (Mynd: Sverri Egholm)

Tað bláa: Ongin byrjan og ongin endi
Tróndur Patursson greiddi frá, at hann kallar allar málningar sínar fyri náttúrulýsingar, og tað er hesin málningurin eisini.

- Tað er soleiðis við litinum ultramarine, at hann hevur onga byrjan og ongan enda. Liturin er djúpur sum havsins dýpi og høgur sum himmals hæddir. Tí hevur hetta nakað við lívið at gera, hetta at ganga móti ljósinum, um sorg og gleði, sum eg haldi hóskar væl til endamálið, greiddi Tróndur Patursson frá.

[object Object]
Joel Cole (Mynd: Sverri Egholm)

Bæði livandi og deytt træ
Joel Cole greiddi frá, at hansara verk er gjørt í framhaldi av verkunum um samleika, sum hann júst hevur sýnt fram.

- Eg havi arbeitt við einum hugskoti um vón. Eg koyri dagliga framvið lýsingaskeltinum, sum sigur at ”tað rakar okkum øll”, og hetta hevur rørt meg meðan eg havi tilevnað verkið.

Joel Cole greiðir frá, at tilfarið hann hevur brúkt er bæði livandi og deytt. Hetta skal skiljast so, at kúpan í miðjuni er úr einum ahorn træði, sum var rotna á aðru síðuni og livandi í hinari. Tað sær mann tá ein nærhyggur at skurmyndini. Annars er skurmyndin gjørd úr mahogany, gittarstreingjum hjá føroyskum tónleikarum og sett á basalti úr Skopun. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

8
Leygardagur 20. mars 2021

Magnus ein túr á Bankan afturat

Jákup Sverri skal á beding at kanna skrúvuna

Magnus Heinason (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú vóru boð aftur eftir gamla havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason, sum mikukvøldið fór út á regluliga túrin á Føroyabanka at royndartrola eftir bankatoski og øðrum fiski á friðaða bankanum í útsynning úr Føroyum.

Magnus var annars við at vera tikin úr tænastu, og ætlanin var, at nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri skuldi fara henda vártúrin á Bankan.

Men nú er avgjørt at taka nýbygda havrannsóknarskipið á beding fyri at kanna skrúvuna, upplýsir Annfinn Hjelm, umsitingarleiðari á Havstovuni og útgerðarmaður hjá Jákup Sverra.

Hann greiðir soleiðis frá:

- Jákup Sverri og Magnus Heinason hava hesa seinastu tíðina gjørt yvirlitstrolingar saman, eins og ætlanin hevur verið alla tíðina, og hetta hevur gingið væl. Men nú hevur manningin ansað eftir onkrum misljóði umborð á skipinum.

- Teir hava havt eitt myndatól niðri fyri at hyggja, og hava staðfest, at eitt skar er á skrúvuni, og at tað møguliga er hetta skarið, sum ger misljóðið.

- Tí er avgerð tikin um at taka Jákup Sverra upp á beding fyri at fáa serfrøðingar at hyggja nærri at skrúvuni.

Annfinn Hjelm sigur, at meiningin annars var, at Jákup Sverri einsamallur skuldi út á Føroyabanka til yvirlitstrolingina, sum verður gjørd á hvørjum vári, men at avgerð nú er tikin um, at lata Magnus Heinason taka eitt tørn afturat.

Vónin er so at bøtast kann upp á brekið á nýggja skipinum, so at Jákup Sverri kann setast inn at gera yvirlitstrolingarnar frá í næstu viku at rokna.

[object Object]
Ein styrkin hjá nýggja havrannsóknarskipinum var, at tað var so ljódligt. Men nú hoyrist eitt misljóð frá skrúvuni, sum skal kannast (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

9 Leygardagur 20. mars 2021

Matfestivalur við bankatoski

Fleiri matstovur í Havn fara at bjóða tosk burtur av royndarveiðuni hjá Magnusi Heinason á Føroyabanka

Johan Mortensen, nr. 2 frá høgru, saman við flekjarum og nøkrum vælvaksnum bankatoskum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skjótt pensjóneraða havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er farin á hálvárligu yvirlitstrolingina fyri Havstovuna á Føroyabanka.

Vanliga hevur ein av matstovunum Heima í Havn tikið burtur av royndarveiðuni og hevur bjóða bankatosk á matskránni í eitt vikuskifti.

Men nú er greitt, at aðrar matstovur nú taka undir við tankanum, tí umframt serligu fiskamatstovuna Barbara Fishouse, hava matstovurnar á teimum nýggju hotellunum í Havn, Húsagarður á Hotel Brandan og Hallartún á Hilton Garden Inn.

Hóast Magnus fór út á bankan so seint sum mikukvøldið, so er longu greitt, at hann fær nóg mikið av toski til at allar tríggjar matstovurnar kunnu fáa nóg mikið av rávøru til at seta henda forkunnuga matin á matarlepan.

Tað er ótroyttiligi innovatorurin Johan Mortensen, sum hevur samskipað hetta tiltakið og eggja øðrum matstovum til at taka avbjóðingina upp.

- Fiskurin av Føroyabanka er millum heimsins bestu rávørur og hesaferð er avgjørt at fleiri av okkara bestu matstovum fáa part av veiðuni so at so nógvir føroyingar sum tilber, kunnu royna ogn allra føroyinga. Spennandi verður eisini hvussu okkara dugnaligu kokkar hvør í sinum lagi fara at arbeiða við toskinum, sigur Johan Mortensen.

[object Object]
Johan Mortensen

Hann vónar, at tiltakið við tíðini kann menna seg til ein veruligan matfestival, tá heimurin aftur gerst meira opin aftur. Tað er ein sannroynd, at áhugin fyri Føroyabanka er stórur uttanlands.

- Føroyabanki hevur eitt ómetaligt stórt virði sum brand bæði fyri okkara fiskivinnu og okkara matstovuvinnu. Hann er Føroya “jurassic park”, sigur Johan Mortensen.

Toskurin á Føroyabanka er eitt heilt serligt slag av toski, og líkist ikki toskinum, ið finst á føroyska landgrunninum – hetta tí at bankin er eitt avmarkað lívlendi – habitat. Bankatoskur er ofta nógv størri enn vanligur toskur, veksur skjótari, hevur lutfalsliga størri høvd og er ljósari á liti. Lættasti mátin at skilja millum bankatosk og annan tosk er at hyggja inn í búkholuna, har skinnið og sundmagin á bankatoski eru hvít, meðan tey eru myrk ella svørt á vanligum toski. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

10 Leygardagur 20. mars 2021

Jenis av Rana hevur ikki samgonguna aftan fyri seg

Løgtingið viðgjørdi uppskotið til miðlastuðul í vikuni

Christian Andreasen tekur ikki undir við uppskotinum hjá mentamálaráðharranum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgtingið hevði týsdagin fyrstu viðgerð av løgtingsmálinum um at broyta útlutanini av miðlastuðli frá at vera reinur rakstrarstuðul til at tær tvær milliónirnar heldur skulu býtast til journalistiskar verkætlanir eftir umsókn.

Og eftir viðgerðina er tað greitt, at Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, ikki hevur alla samgonguna aftan fyri seg í hesum spurningi.

Eitt av tingfólkunum talaði beinleiðis ímóti ætlanini hjá landsstýrismanninum.

Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur ikki, at tað fer at fremja journalistikkin í Føroyum, at um stuðulin skal broytast eins og landsstýrismaðurin ynskir.

Fólkafloksmaðurin talaði beinleiðis fyri at stuðla privatu miðlunum, gjarna við fleiri enn teimum tveimum milliónunum, sum miðlarnir hava fingið í landskassastuðuli hesi seinastu árini.

Tí tað er neyðugt við sterkari privatum miðlum og størri fjølbroytni í miðlalandslagnum, helt Christian Andreasen.

Og hann segði seg eisini vera beinleiðis ímóti, at tað skal sita ein alment sett nevnd og meta um umsóknirnar, eins og var tað ein heiðursløn, ið skal gevast miðlunum tvær ferðir um árið.

- Skal stuðul latast sambært umsókn, so skal tað vera fult gjøgnumskygni í skipanini, og tað dugi eg ikki at síggja, at tað verður við tí uppskoti, sum lagt er upp til, segði Christian Andreasen.

Tað vóru ikki nógv tingfólk, sum beinleiðis fagnaðu uppskotinum hjá Jenisi av Rana. Andstøðutingfólk vóru tó meira ivasom enn samgongutingfólkini, men eftir viðgerðini at døma, er lítið sannlíkt, at uppskotið kemur óbroytt aftur í tingið eftir at tað hevur verið til viðgerðar í mentanarnevndini.

Fleiri tosaðu um at leggja hesa skipan við verkætlanarstuðuli afturat núverandi skipan, um til dømis ein millión afturat varð játtað til miðlastuðul. Tí øll eru samd um, at tvær milliónir eru smápengar á fíggjarlógini, serliga tá sammett verður við tær sjeytitvær milliónirnar, sum Kringvarp Føroya fær.

[object Object]Jenis av Rana heitti á miðlarnar um heldur at fara til arbeiðis  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýrismaðurin sjálvur helt lítið um nógv av kritikkinum, sum kom fram undir viðgerðini, og kallaði tað fyri grenj, tá tingfólk tosaðu um blaðdeyða og uppsagnir orsakað av hesum uppskotinum.

Sambært Jenisi av Rana senda tvær milliónir í samlaðum stuðuli ongan miðil á húsagang. Hesir somu miðlar hava møguleikar at fáa somu upphædd, kanska meira, við at senda umsóknir um verkætlanarstuðul.

- Tað er bara at bretta upp armar og fara til arbeiðis, segði landsstýrismaðurin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

11 Leygardagur 20. mars 2021

Føroyski búskapurin rættar seg aftur

Búskaparráðið ávarar um, at fyritøkur í ferðavinnuni kunnu fara á húsagang, tær missa eitt summar afturat

Heri á Rógvi formaður í Búskaparráðnum á framløguni hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski búskapurin hevur seinasta árið verið nógv merktur av koronu, og hetta fer eisini at merkja búskapin í 2021. Búskaparráðið metir, at samlaði búskapurin veksur við 4,6 prosentum í 2021, og afturgongdin var  minus 4,8 prosent í 2020 í leypandi prísum.

Innanlands eftirspurningurin og samlaða keypiorkan í Føroyum vuksu í 2020. Lítil tørvur hevur verið á almennum hjálparpakkum, og arbeiðið við at avmarka smittuna við landamarkið, hevur saman við øðrum viðurskiftum gjørt, at føroyingar ikki hava broytt atburð. Lítið bendir á at samlaða nýtslan hjá húsarhaldunum er lækkað, men keypið í Føroyum er økt, meðan keypið í útlondum í samband við ferðing, er minkað.

2021 verður tí lýst við orðinum normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntast at sleppa inn á útlendsku marknaðirnar, samstundis sum útlendsk ferðafólk aftur sleppa til Føroya. Vit koma tó helst inn í 2022, áðrenn hetta hevur lagað seg heilt.

Hinvegin bendir á, at virksemið í byggivinnuni er minkað. Ferðin hevur verið óvanliga stór í byggivinnuni seinastu árini, við fleiri stórum verkætlanum í senn, men nú tykist koronufarsóttin í ávísan mun at elva til óvissu, ið ger, at bíðað verður við ætlaðum byggiverkætlanum. Tí eigur tað almenna at fylgja eina støðugari rakstrar- og íløguætlan. Tað mótvirkar eini niðurgongd, at landið hevur eitt mett hall á 312 milliónir krónur í 2020 og á 235 milliónir krónur í 2021 (RLÚ).

Vandi fyri húsagangum í ferðavinnuni
Í ferðavinnuni er vandi fyri, at fyritøkur kunnu fara á húsagang, missa tær eitt summar afturat.

Búskaparráðið mælir tí landsstýrinum til, at fyrireika ein hjálparpakka til ferðavinnuna, um ikki verður latið upp fyri ferðafólki í summar. Somuleiðis fer tað at skala summar útflutningsvinnur, eitt nú feskfiskaflotan, um støðan úti í heimi ikki batnar í ár.

Metingin av vøkstrinum í BTÚ fyri árið 2021 byggir á bjartskygni hjá pørtum av útflutningsvinnuni, ið hava vónir um – sum frá líður – at fáa ferð aftur á søluna av fiski til útheimin í ár, so hvørt sum koppsetingin vinnur fram og latið verður upp kring heimin.

Væntað verður, at meira laksur verður útfluttur, og at laksaprísurin fer at hækka, so hvørt sum eftirspurningurin frá útlendsku matstovunum eftir heilum laksi økist.

Fyri flestu fiskasløgini væntast, at bæði nøgd og prísir fara at laga seg, meðan óvissa um Brexit kann trýsta makrelprísin niðureftir í 2021.

Meðan virðið á vøruútflutninginum minkaði við 12 prosentum í 2020 sammett við árið fyri, væntast virðið á vøruútflutninginum at vaksa í 2021 við 5-10 prosentum sammett við í fjør.

Búskaparráðið mælir til:

  • At hildið verður fram við støðugum fíggjarpolitikki. Tørvur er ikki á at hækka ella lækka almenna raksturin og íløgurnar. Tørvur er á eini støðugari langtíðar íløgu- og rakstrarætlan
  • At hjálparpakki verður veittur ferðavinnuni, so vinnan og vitanin í ferðavinnuni ikki fer fyri skeyti
  • At størri upphædd verður kravd fyri brúksrættin til tilfeingið í fiski- og alivinnuni
  • At farið verður undir tillagingar av inntøkum og útreiðslum hjá tí almenna, tá ræður um tørvin á vælferðartænastum í framtíðini vegna demografisku broytingarnar

Búskaparráðið legði fram sína várfrágreiðing á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin hósdagin. Helst er hetta seinasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum í núverandi líkinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um at nevndin fyri Landsbanka Føroya skal átaka sær ráðgevandi uppgávuna, sum Búskaparráðið higartil hevur havt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

12 Leygardagur 20. mars 2021

100 fólk sum ikki áttu tørn fingu burturav

80 av teimum vóru starvsfólk hjá Sjúkrahúsverkinum og skuldu hava koppsetingina kortini, men talan er um 20 fólk sum ikki áttu at verið koppsett enn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í tíðarskeiðinum 30. desember til 2. februar vóru tað unleið 100 fólk, sum blivu koppsett, hóast tey ikki áttu tørn.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum spurdi um koppsetingarætlanina, sum ikki varð blivin fygld.

Sum víst hevur verið á alment, hevði Sjúkrahúsverkið nakrar avbjóðingar við koppsetingini í byrjanini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Millum annað kom tað óvart á, at Sjúkrahúsverkið konsekvent fekk so nógvar skamtar úr hvørjum hettuglasi, og somuleiðis vóru eisini onkrir dagar, har tað vóru serliga nógv avboð.

Harafturat hevði Sjúkrahúsverkið ikki fingið til vega fullfíggjað yvirlit yvir tey, sum skuldu koppsetast. Hetta kom í rættlag í seinnu hálvu av januar.

Koppingarevnið frá Pfizer/BioNtech er sera viðbrekið, og má nýtast, tá ið tað er tikið fram, og valdi Sjúkrahúsverkið at kalla fólk inn heldur enn at stoyta koppingarevni burtur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sjúkrahúsverkið kann staðfesta, at umleið 80 av hesum eru starvsfólk, sum kortini skuldu hava koppsetingina sambært ætlanini. Talan er sostatt um eini 20 fólk, sum ikki áttu at verið koppsett fyri koronu enn sambært koppsetingarætlanini.

Upplýst verður ikki hvørji fólk, talan er um, tí hetta er fevnt av tagnarskyldu, verður sagt.

Tað er kortini greitt, at sendifólk eru blivin koppsett uttan um koppsetingarætlanina, og eisini fólk frá Smyril Line, sum høvdu við stóru umbyggingina av Norrønu at gera.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

13 Leygardagur 20. mars 2021

Pfizer vil ikki geva okkum koppingarevni beinleiðis

Heilivágsframleiðarin hevur sagt nei til Ísland og Føroyar, sigur landsstýrismaðurin. Vit skulu hugsa langsiktað og ikki fara út á spottmarknaðin nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum saman við Gunnrið Joensen, sum gjørdist fyrsti perónur, sum varð koppsettur í Føroyum. Hetta var 30. desember 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað ljóðar so lætt, og skuldi verið skjótt at koppsett 50.000 fólk í Norðuratlantshavi. Men tað ber ikki til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. Í øllum førum ikki við Pfizer-koppingarevninum.

Íslendingar hava roynt beinleiðis at sett seg í samband við Pfizer, og tað hava føroyingar eisini við skrivligum fyrispurningum og sambandi beinleiðis við Pfizer fyri at fáa vaksinur uttan um keypsavtaluna hjá ES, men svarið er noktandi.

Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fyri kringvarpinum í vikuni.

Í Føroyum hava vit bara koppsett við koppingarevni frá Pfizer higartil, men skamtirnir koma umvegis Danmark. Fyrsta prikið í Føroyum varð givið 30. desmber, og higartil eru 7,5 prosent av fólkatalinum koppsett.

Nógv hevur verið kjakast um, at tað gongur ov seint, og at vit áttu at játta neyðuga peningin og farið út og keypt alt undir einum. Men at fáa koppsetingarnar umvegis Danmark og ES, er rætti mátin gera tað uppá, heldur landsstýrismaðurin.

- Stuttsiktað kann man ivast eitt sindur, men tosa vit langsiktað, eri eg vísur í, at hetta er rætti leisturin. Vit vita ikki, um vit skulu vaksinerast fleiri ár fram í tíðina, og tá er umráðandi at trygdin er í ordan. Tað er umráðandi, at góðskan er í lagi, og útvegartrygdin er upp á pláss. Tí haldi eg, tað er rætt, at vit eru við í stóra ES-innkeypinum.

- Um vit eru úti á spottmarknaðinum og royna at koma framum í bíðirøðini, hvar eru vit so í røðini, um tað verður mangul um tvey til trý ár. Tað kann henda. Langsiktað er hetta ein røtt avgerð, at vit eru saman í stórum innkeypi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann hevur framvegis vónir um, at vit eru komin á mál, tá vit eru síðst í juni mánað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

14 Leygardagur 20. mars 2021

Torkil V. Rasmussen nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

37-ára gamli løgfrøðingurin hevur arbeitt sum fulltrúi

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Torkil Vestergaard Rasmussen er settur sum deildarstjóri á Mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Hetta skrivar ttanríkis- og mentamálaráðið á heimasíðu sínari.

Torkil V. Rasmussen er 37 ára gamal og útbúgvin cand. jur. í 2012 frá Københavns Universitet

Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan mentanarøkið, sum fevnir um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Hann hevur 8 ára royndir sum fulltrúi í Landsfyrisitingini, harav 5 ár í Mentamálaráðnum, har hann m.a. hevur arbeitt við løgfrøði innan mentanarøkið og ráðgivið leiðsluni. Hann hevur servitan innan upphavsrætt, ið er av stórum týdningi fyri mentanarvirksemi. Hann hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum og skrivað greinar í viðurkendum løgfrøðiligum tíðarritum.

Torkil V. Rasmussen tekur við starvinum tann 1. mai 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

15 Leygardagur 20. mars 2021

Kristina Clementsen forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Aðalfundur hevur júst verið í økisfelagnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kristina Clementsen var vald til forkvinnu í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, tá økisfelagið hjá flokkinum herfyri helt aðalfund.

Kristina er 24 ár og hevur útbúgving í vinnubúskapi og verkætlanarleiðslu frá CBS.
Kristina stillaði upp til løgtingsvalið í 2015, og hevði sæti á tingið í tveimum umførum.

– Eg gleði meg at byrja arbeiðið sum forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Við nógvum virknum og ágrýtnum limum og einari góðari nevnd, stendur felagið sterkt. Tað liggur eitt spennandi arbeiði fyri framman, og vit vilja vera eitt virkið og viðkomandi økisfelag í øllum Suðurstreymi.

Bergdís Elsa Gisladóttir og Heini Hátún eru nývald í nevndina. Hini í nevndini eru Gunnar Hjelm og Tórbjørn Jacobsen. Jón Kragesteen og Róar Akralíð eru nývaldir eykalimir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

16 Leygardagur 20. mars 2021

- At flyta fangar til Danmarkar loysir ongan trupulleika

Barbara Gaardlykke Apol heldur tað vera sera óheppið, at føroyskir varðhaldsfangar eftir øllum at døma verða sendir til Danmarkar, fyri at snúgva sær undan strongu ásetingunum um avbyrging í Føroyum

Barbara Gaardlykke Apol
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggj tøl vísa, at ein triðingur av øllum varðhaldsfonglslaðum í Føroyum verða settir í avbyrging – í 2017 enntá 69 prosent. Til samanberingar sita færri enn 1 prosent av teimum varðhaldsfongslaðu avbyrgdir í Danmark, har avbyrging verður mett sum eitt serstakliga álvarsamt inntriv.

Barbara Gaardlykke Apol setti danska løgmálaráðharranum ein fyrispurning um hagtølini, tá ið hon sat á Fólkatingi í fjør, og síðani er komið í lag, at hagtøl skulu almannakunngerast, umframt at fútin fyrbils hevur steðgað avbyrging í føroyska varðhaldinum.

- Tað merkir ikki, at trupulleikin nú er loystur. Í málum við fleiri persónum, er onkuntíð neyðugt at halda persónarnar sundurskildar, men hetta er ikki altíð gjørligt við teimum avmarkaðu fysisku kørmunum í Føroyum. Tí var eftir øllum at døma vanligari at taka tað ógvusliga stigið at avbyrgja varðhaldsfangarnar. Nú tað ikki longur ber til, verða teir bara sendir allan vegin til Danmarkar, sigur Barbara. 

- Tað kann ikki góðtakast, at mál ikki kunnu avgreiðast í Føroyum, uttan at fólk antin skulu í avbyrging ella sendast alla leiðina til Danmarkar, tí fysisku karmarnir her eru ov vánaligir, sigur Barbara Gaardlykke Apol, sum longu hevur heitt á Sjúrð Skaale at taka málið uppaftur við løgmálaráðharran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

17 Leygardagur 20. mars 2021

Kringvarpið gjørt dokumentarsending um koronutíðina í Føroyum

"FarsÓttin" er heitið á sendingini, ið varpar ljós á koronugongdina í Føroyum og lyklapersónar seinasta árið, og sum verður at síggja týskvøldið

John Johannesen hevur, saman við Kenneth Jørgensen, lagt dokumentarsendingina til rættis
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Óttin fyri ókenda virusinum í Fjareystri, sum kundi menna seg til eina alheims farsótt, gjørdi, at nøkur klók høvd í Føroyum av sínum eintingum brynjaðu føroyska samfelagið til at taka ímóti sóttini.

Soleiðis lýsir Kringvarp Føroya millum annað, hvat sín nýggi heimildarfilm um koronu í Føroyum á heimasíðu sínari snýr seg um. Farsóttin hevur av álvara sett sín dám á samfelagið seinasta stóra árið, og tað er júst seinni partur av fyrsta orðinum í hesum setninginum, ið fær nakað av fokus.

Sambært Kringvarpinum fer dokumentarurin eisini at snúgva seg um nakrar lyklapersónar, og talan verður eisini eina gjøgnumgongd:

- "FarsÓttin” er sjónvarpsdokumentarur við nýggjum og erligum frásøgnum frá fakligu høvuðspersónunum og frá sjúklingum. Vit verða leidd gjøgnum tíðina frá januar 2020, tá korona fór at gera um seg í Kina, til í dag, nú koppsetingin ber boð um eitt frælsari lív.

Tað er John Johannessen, ið gjørdist sentralur í miðlaflutninginum, júst um ta mundið, ið Føroyar fóru niður í ferð, sum saman við Kenneth Jørgensen hevur lagt dokumentarsendingina til rættis.

Hon verður at síggja í Kringvarpinum  týskvøldið 23. mars eftir Dag og Viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

18 Leygardagur 20. mars 2021

Beint undir túsund umsóknir til miðnám

781 hava søkt um at byrja á gymnasialu breytunum næsta skúlaár. Samanlagda talið er nakað hægri enn í fjør - 54 prosent av umsøkjarunum eru gentur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin var umsóknarfreistin til at byrja á miðnámi komandi ár. Greitt er, at 984 umsóknir um at sleppa at byrja á miðnámi næsta skúlaár vóru komnar inn. Hetta eru 65 fleiri, enn tað komu inn í fjør.

Hesaferð hava 781 av umsøkjarunum søkt um at sleppa á gymnasialu breytirnar -  203 hava søkt um at koma inn á yrkisnám. Umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 23. apríl.

Rákið er, at fleiri kvinnur enn menn - gentur enn dreingir - søkja inn á Miðnám. Í ár eiga genturnar 54 prosent av umsóknunum, skrivar kvf.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

19 Leygardagur 20. mars 2021

Neyðugt við eykajáttan

Hetta er veruleikin, um bussambandið millum Klaksvík og Havnina skal betrast. Tað sigur stjórin í Strandferðsluni

Nógv hava víst sína ónøgd um ætlaninar hjá Strandfaraskipum Landsins á leið 400 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur nógv verið skrivað og kjakast um ferðaætlanin hjá Strandferðsluni á nøkrum leiðum.

Tað er serliga leið 400 - millum Klaksvík og Tórshavn - har tað hava verið nakrar knútar, ið nógv vilja hava loyst. Tá nýggja ferðaætlanin varð avdúkað, vóru tað serliga tey í Sundalagnum og á vestara armi av Skálafjørðinum, ið vóru ónøgd.

Fyri tveimum vikum kunngjørdi Strandferðslan, at ætlanin er at gera broytingar á fýra av leiðunum - leið 400, 401, 440 og 450. Hetta kemur eftir ætlan í gildi 1. apríl, og í løtuni eru tillagingarnar til hoyringar. 

Síðani tær vórðu sendar til hoyringar, hava nógvar røddir verið frammi og víst sína ónøgd. Serliga hava tað verið klaksvíkingar, og í vikuni kom eisini borgarstjórin í Eysturkommunu eisini fram við sínari meining. Ætlanin er, at bert ein túrur aftur og fram millum Klaksvík og Havnina, har koyrt verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin. 

Í viðtalu við Kringvarpið segði Hilmar Eliasen, at neyðugt er við eykajáttan, um bussambandi skal betrast. Stjórin í Strandferðsluni segði eisini, at ein arbeiðsbólkur fer at taka saman um viðmerkingarnar, sum koma, tá hoyringarfreistin er farin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

20 Leygardagur 20. mars 2021

Betri Banki: Bústaðartørvurin í Føroyum

Betri Banki hevur í fleiri umførum greinað bústaðarbyruna í Føroyum, sum lýsir, hvussu stórur partur av tøku inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja bústaðin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bústaðartørvurin og bústaðarprísir hava fylt nógv í miðlunum í langa tíð. Fólkatalið setur støðugt nýggj met, fleiri sigast mangla ein bústað og prísirnir sigast nú vera so mikið høgir, at fólk ikki hava ráð at seta búgv.

Betri Banki hevur í fleiri umførum greinað bústaðarbyruna í Føroyum, sum lýsir, hvussu stórur partur av tøku inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja bústaðin. Hendan greining skal síggjast sum eitt íkast frá Betri Banka til kjakið um bústaðartørvin í Føroyum.

Tíverri finnast ikki hagtøl fyri, hvussu nógvar búeindir eru í Føroyum. Hinvegin hava vit fingið til vega hagtøl frá SEV yvir tal av íbindingum (el-mátarum) í teimum ymisku økjunum í Føroyum.

Greiningin er grundað á, at tað er ein búeind per íbinding. Hædd skal takast fyri tí óvissu, sum kann vera knýtt at hesum grundarlagi, tí íbindingar kunnu hava onga ella fleiri búeindir. Havast skal eisini í huga, at henda greining er gjørd uttan at hava tikið atlit til møguliga broytt familjumynstur.

[object Object]

Mynd 1 vísir gongdina í tali av íbúgvum per búeind (íbinding) í Føroyum seinastu 23 árini. Myndin vísir, at trýstið á bústaðarmarknaðinum er økt síðan 2013, men trýstið er tó ikki komið upp á støðið í tíðarskeiðnum 1998-2006.

Árini eftir 2012
Vit hava í greiningini niðanfyri sett sjóneykuna á støðuna í Eysturoynni og Tórshavn, tí tað er ofta í hesum økjum, at vit hoyra um vaksandi bústaðartørv. Sum sæst á mynd 2, er rákið tað sama í Eysturoynni og Tórshavn, sum í Føroyum sum heild. Tó sæst, at tað eru fleiri íbúgvar per búeind í Tórshavn og Eysturoynni samanborið við Føroyar sum heild.

Flestu íbúgvar per búeind eru í Eysturoynni. Talið av íbúgvum per búeind byrjaði at lækka mitt í 00’inum í báðum økjunum, men í 2012 byrjaði gongdin at venda í Tórshavn og tvey ár seinni broyttist gongdin eisini í Eysturoynni. Vit kanna tí nærri, hvussu gongdin hevur verið í árunum 2012-2020.

[object Object]

Mynd 3 vísir akkumuleraða vøksturin á íbúgvum og búeindum í Eysturoynni og Tórshavn í tíðarskeiðnum 2012-2020.

Bæði í Eysturoynni og í Tórshavn hevur fólkatalið verið støðugt vaksandi, men seinastu 3-4 árini eru lutfalsliga fleiri nýggjar búeindir komnar í Tórshavn samanborið við í Eysturoynni.

[object Object]

Mynd 4 vísir lutfallið millum vøksturin í somu økjum. Hetta merkir, hvussu nógvir nýggir íbúgvar eru til hvørja nýggja búeind síðani 2012.

Síðan 2016 hevur talið av nýggjum íbúgvum per nýggja búeind verið hægri í Eysturoynni samanborið við Tórshavn. Orsøkin er, at lutfalsliga fleiri búeindir eru komnar í høvuðsstaðarøkinum.

[object Object]

Mynd 5 vísir, hvussu nógvar nýggjar búeindir áttu at verði gjørdar afturat í tíðarskeiðnum 2013- 2020, fyri at talið av íbúgvum per búeind skuldi verið tað sama sum í 2012.

Vit síggja at í 2017 manglaðu áleið 160 búeindir í Eysturoynni og áleið 300 í Tórshavn. Talið á manglandi búeindum í 2020 var í Eysturoynni áleið 360 og í Tórshavn 430 búeindir. Hetta merkir, at talið á manglandi búeindum er vaksið áleið 125% í Eysturoynni og áleið 43% í Tórshavn síðani 2017.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

21 Leygardagur 20. mars 2021

Fleiri sáttmálar undirskrivaðir um umvæling av Glyvra skúla

Nú verður fari í holt við at umvæla fasadurnar eystur- og suðureftir – sáttmálar eru undirskrivaðir við Spf. Ingolf Hansen, Spf. Byggiverk og Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum um ávikavíst múrara, timbur- og málaraarbeiði

Mynd: Runavíkar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Glyvra skúli varð tikin í nýtslu seinast í 1950-árunum, og tá hildið varð, at bygningurin framhaldandi kundi og skuldi brúkast til skúlaskap, varð ein ætlan løgd fyri at bøta um hann í stigum.

Nakað av umvælingararbeiði er longu gjørt, og síðsta fríggjadag vórðu sáttmálar undirskrivaðir um múrara, timbur- og málaraarbeiði.

Sambært Runavíkar kommunu eru áleið tvær milliónir krónur brúktar árliga hesi seinastu árini. Øll tøkini eru skift og stórur partur av útveggjunum, herundir vindeygu, eru umvældir, bjálvaðir og málaðir. Nú verður í fyrsta umfari í hesi syftuni farið í holt við at umvæla fasadurnar eystur- og suðureftir.

Fríggjadagin vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Spf. Ingolf Hansen, Spf. Byggiverk og Spf. Málarameistarin Signar á Fríðufløtum um ávikavíst múrara, timbur- og málaraarbeiði.

Sáttmálarnir kosta millum 800.000 og 900.000 krónur tilsamans, skrivar Runavíkar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

22 Leygardagur 20. mars 2021

Hóast avbjóðingar hilnaðist 2020 væl á MEST

Avlopið hjá samtakinum var knappar 13 milliónir krónur í fjør

Mouritz Mohr, stjóri í MEST
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nettosølan hjá MEST er økt mundandi tey seinastu fimm árini frá 265 milliónum krónum í 2016 til 420 milliónir krónur í 2020. Hetta sæst eisini aftur í lønargjaldingum, sum vóru góðar 200 milliónir krónur í 2020.

Í MEST samtakinum eru í dag 578 ársverk – harav 60 lærlingar. Hóast covid-19 avbjóðingar var avlopið eftir skatt 12,8 milliónir krónur í 2020. Leiðslan er samanumtikið nøgd við úrslitið.

MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á góðar 105 milliónir krónur og einum soliditeti á 48 prosent.

Samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík, Sleipibáta virksemi og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

Covid-19 – ein avbjóðing
MEST hevur verið ein av teimum fyritøkunum, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hevur verið rakt av koronasmittuni, sum legði landið lamið í mars í fjør. Virksemið hjá felagnum er tætt tengt at vinnuni, sum er partur av alheims búskapinum. Umsetningurin í 2020 minkaði við nærum 100 milliónum krónum í mun til metárið 2019.

Tessvegna gjørdist 2020 eitt ár við óvanligum avbjóðingum, har neyðugt var at laga virksemið eftir umstøðunum. Hetta eydnaðist hampuliga væl, men hevur koronasmittan havt sína ávirkan á bæði raksturin og úrslitið í 2020.

PAM Offshore Service
Tað hevur verið serliga avbjóðandi hjá dótturfelagnum PAM Offshore Service at fremja sítt vanliga virksemi vegna avmarkingar í ferðamøguleikunum millum Noregs og Føroyar. PAM Offshore Service hevur tó valt at halda fast í góðu kundasambondunum og hildið á við virkseminum – hóast krøv og tilmælir um sóttarhald bæði í Noregi og í Føroyum. Tessvegna er eydnast, at hava arbeiði í Noregi í meginpartinum av 2020, svarandi til 58 ársverk.

Skipabygging – kann skapa nógv arbeiðspláss
Nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri var latið í fjør til avtalaða góðsku og prís. Umleið 65 starvsfólk á MEST vóru knýtt at verkætlanini umframt eini 50 ársverk frá undirveitarum.

Staðfestast kann, at skipabygging í Føroyum viðførir nógv avleitt virksemi til aðrar vinnugreinar.

MEST fer at gera sítt til, at hetta kann gerast ein støðug vinnugrein í Føroyum.

MEST vorðin ein partur av grøna økinum
Seinastu árini hevur MEST lagt seg eftir at økja um virksemið til vinnuna á landi. Umframt nógv virksemi innan alivinnuna hevur MEST økt um virksemi innan orkuøki bæði til fjarhita- og aðrar orkuútbyggingar. Harumframt er tað eydnast MEST at fáa í lag tænastuavtalur um viðlíkahald og umvælingar innan vindmylluøkið og sjóvarfalsorku.

Í kapping við aðrar fyritøkur í vinnuni eydnaðist tað MEST at vinna uppgávuna at byggja fyrstu føroysku grønu tvíkiljuna, sum verður latin Bakkafrost í desember í ár.

MEST brynjar seg til framtíðina
Skip, sum í dag verða bygd til føroyskar fyritøkur, eru av slíkari stødd, at tey ikki kunnu dokkast í verandi umstøðum í Føroyum. Tessvegna arbeiðir MEST miðvíst við at fáa til vega eina nýggja størri dokk, sum kann taka ímóti munandi størri skipum.

Samstundis verður arbeitt innanhýsis við at økja um effektivitetin og styrkja um kappingarføri hjá fyritøkuni og harvið bjóða kundunum eitt alsamt betri tænastustøði.

Framtíðin tengd at heimsbúskapinum
Tað eru framhaldandi nógvar óvissur í samband við COVID-19 í mun til virksemið á MEST. Fyri vinnuna í Føroyum er serliga spennandi at fylgja við nær vend kemur í heimsbúskapin og tessvegna eftirspurningin eftir vørum og tænastum. Ein glotti er fyri framman nú koppsetingar fara fram kring allan heimin.

- Sum ein partur av føroysku virðisketuni kenna vit ábyrgd fyri at hava eina so væl virkandi framleiðslu- og tænastufyritøku sum møguligt. MEST og kundar okkara eru tengd at samskifti og samhandli við útheimin og gleða vit okkum til, at tað verður ein meiri vanligur gerandisdagur aftur í okkara vinnu, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

23 Leygardagur 20. mars 2021

Trupul byrjan, men góður endi

Betri Trygging hevur gjørt árið upp – tryggingartakarar fingu tilsamans 382 milliónir í endurgjaldi fyri skaðar

Ingun Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Vit eru samanumtikið væl nøgd við hetta árið, sum var so nógv øðrvísi enn vanligt. Byrjanin var hørð og gav okkum ein hvøkk. Fyrst við eini ódn um mánaðarskiftið februar/mars – og síðani við undantaksstøðu í tíðini frá grækarismessu til mai. Korona ávirkaði virksemið í stóran mun. Ferðaavlýsingar streymaðu inn, virksemið í landinum steðgaði nærum upp og virðisbrøvini á fíggjarmarknaðinum fullu. Men út á summarið javnaði tað seg, og sum árið leið, megnaðu vit at venda truplu byrjanini til ein góðan enda, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Tað vóru ymisk viðurskifti, sum gjørdu, at árið hilnaðist væl hóast alt. Talið á viðskiftafólkum vaks, vøruúrvalið varð broytt og víðkað, og tað hevði við sær, at inntøkurnar vuksu. Hartil var kostnaðurin av at reka felagið minni, íløgurnar góvu samanumtikið gott avkast og um várið, tá Føroyar fóru niður í ferð, minkaði talið á skaðatilburðum við einum fjórðingi.

Lærdómurin hetta árið
- Nú er roknskapurin gjørdur upp. Men vit hava eisini gjørt árið upp í breiðari høpi. Aldri áður hevur tað verið eins eyðsýnt, hvussu skjótt tað óvæntaða kann raka og hvønn týdning fyribyrgjandi atferð hevur. Vit eru so fá her í landinum, og tí mugu vit lofta hvør øðrum, tá á stendur og hjálpast at, sigur Ingunn Eiriksdóttir og slær fast, at Betri Trygging vil vera ein sterkur samfelagsligur viðspælari.

- Tað var til dømis ein sjálvfylgja fyri okkum at rætta eina fíggjarliga hond, tá sjúkrahúsverkið hevði bráðneyðugan tørv á kanningarútgerð í fjør. Samstarvið ímillum privat og alment var fyrimyndarligt. Vit eru jú øll í sama báti. Tað hava vit – um nakað – lært av hesum farna árinum, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Í Betri Trygging vera útlitini fyri 2021 mett at vera góð. Felagið er sterkt, arbeitt verður við at dagføra vøruskránna og víðka úrvalið av tryggingum enn meira, og ein nýggj kanning vísir, at viðskiftafólkini eru væl nøgd. Hartil hevur vinnulívið nógv virksemi og virkishugurin í landinum er góður.


Lyklatøl

2020

2019

Ársúrslit eftir skatt:

67 mió kr.

65 mió kr.

Tryggingartekniskt úrslit:

47 mió kr.

37 mió kr.

Útgoldið í skaðum:

382 mió kr.

288 mió kr.

Tryggingarinntøkur:

426 mió kr.

400 mió kr.

Skaðar:

12.700

11.100

Tal av ferða- og avlýsingarendurgjøldum:

2033

1453

Eginognsavkast:

9,7%

10,2%

Solvensdekningur:

274%

271%


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

24 Leygardagur 20. mars 2021

Útflutningurin av fiskavørum minkaði við næstan hálvariaðrari milliard

Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 milliónir - útflutningurin av toski er minkaður við næstan 400 milliónum. Talan er um tíðarskeiðið februar 2020 til januar 2021. Í hesum tíðarskeiðnum innfluttu Føroyar fyri 400 milliónir minni enn undanfarna skeið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Útflutningurin av fiskavørum minkaði sera nógv í tíðarskeiðnum frá februar 2020 til januar 2021, um samanborið verður við undanfarna skeið. Samanlagda talið er 1,4 milliard krónur.

Hagstovan hevur gjørt útflutningin í januar upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað sæst, at ein farsótt hevur rakt heimin og marknaðirnar, tí tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 milliónir krónur. Tað er ein minking á 18 proent. Útflutningurin av toski er minkaður við næstan 400 milliónum krónum.

[object Object]

[object Object]

Innfluttu fyri 400 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið
Innflutningurin í januar er eisini uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Innflutningurin av skipum er minkaður við 400 milliónum, og vit hava eisini brúkt útvið 400 milliónir krónur minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.

Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað. Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 20 - jan. 21) var 8 milliardir krónur. Tað eru 400 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

[object Object]

 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

25 Leygardagur 20. mars 2021

875 milliónir útgoldnar í lønum í februar

Talan er um 17 milliónir krónur færri enn í februar 2020 – menn forvunnu 35 milliónir færri enn í fjør, meðan kvinnurnar forvunnu 18 milliónir meira

Mynd: Hagstovan
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í februar mánað vórðu 875 mió. krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Sambært Hagstovuni er vøksturin í lønarútgjaldingunum nærum steðgaður upp, og upphæddin, sum varð útgoldin í februar var 17 milliónir færri enn í sama mánað í fjør.

Menninir forvunnu 548 milliónir krónur í februar, meðan kvinnurnar forvunnu 327 milliónir.

Menninir forvunnu 35 milliónir færri enn í februar 2020, meðan kvinnurnar forvunnu 18 milliónir meira.

Vøkstur hómast framvegis í greinini "almennari o.a. tænstu" og í privatu tænastuvinnunum, meðan vøksturin er steðgaður upp í byggivinnuni og fiskivinnuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

26 Leygardagur 20. mars 2021

Talið á løntakarum í februar áleið tað sama sum í 2020

Í mun til í fjør var talið á mannligum løntakarum lægri í februar, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var hægri – talið á løntakarum er minkað í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni

Mynd: Hagstovan
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í februar var talið á løntakarum í Føroyum 26.800 – áleið tað sama sum í februar 2020.

Hagstovan skrivar, at hóast fleiri løntakarar leggjast afturat løntakaraskaranum, veksur talið munandi spakuligari, enn tað áður hevur gjørt, og ferðin hevur ikki verið tann sama seinasta árið.

Talið á monnum í løntakaraskaranum var tó lægri í februar í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var hægri.

Í februar 2021 vóru 13.750 menn í løntakaraskaranum (150 færri enn í fjør), meðan talið á kvinnum var 13.100 (160 fleiri enn í fjør).

Samanborið við februar 2020 vaks talið á løntakarum 2,8 prosent í "almennari o.a. tænastu", og við 1,8 prosent í "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu". Hinvegin minkaði talið á løntakarum í "byggivinnu o.a. tilvirking" og "privatum tænastuvinnum" við ávíkavíst fýra og 1,8 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

27 Leygardagur 20. mars 2021

Føroyingar eta oftari kjøt enn fisk

Ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir, at føroyingar eta oftari kjøt enn fisk, og at tað serliga eru tey yngru, sum eta kjøt sum heitan mat fleiri ferðir um vikuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

77 prosent av føroyingum eta annaðhvørt neyta- oksa- ella grísakjøt sum heitan mat dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað vísir ein kanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, tá 3.000 føroyingar svaraðu spurnablaðnum "Hvussu hevur tú tað?" Tá varð m.a. spurt inn til matvanarnar hjá fólki.

61 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta fisk dagliga til 1-2 ferðir um vikuna, og bert 51,8 prosent søgdu seg eta flogfenað (høsnarunga, kalkun, dunnu o.s.fr.) dagliga til 1-2 ferðir um vikuna. 43,4 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta heitt lambskjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað, sum føroyingar søgdu seg eta minst av, var grønmetis- og vegetarrættir. Bert 27,9 prosent av teimum spurdu søgdu seg eta hetta dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Yngri føroyingar eta oftast kjøt
Tølini hjá Fólkaheilsuráðnum vísa eisini, at tað eru føroyingar yngri enn 45 ár, sum oftast eta kjøt sum heitan mat, meðan tað eru tey í aldursbólkinum 60 ár og eldri, sum eta minst av hesum.

Tað eru eisini tey í Eysturoynni og í høvuðsstaðarøkinum, sum oftast eta kjøt sum heitan mat. Av teimum søgdu 80 prosent seg eta heitt kjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna.

Tað er í Sandoynni og Suðuroynni, at fólk í minstan mun eta neyta- oksa- og grísakjøt. Har eru tað 61 prosent, sum eta hetta dagliga ella 1-2 ferðir um vikuna.

Fólk í høvuðsstaðnum eta minst av seyðakjøti
Tá tað kemur til lambskjøt og seyðakjøt, er ikki stórur munur á, hvussu nógv teir ymisku aldursbólkarnir eta av hesum, men tó er munur á, tá mann hyggur at, hvar í Føroyum fólk búgva.

Av teimum, sum búgva í Sandoynni og Suðuroynni, søgdu 57 prosent, at tey eta seyðakjøt dagliga til 1-2 ferðir um vikuna, meðan hetta bert var galdandi fyri 37 prosent av teimum í høvuðsstaðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

28 Leygardagur 20. mars 2021

Tey ungu drekka mest sodavatn

Fleiri menn enn kvinnur drekka sodavatn og orkudrykkir dagliga, og fólk drekka munandi meira sodavatn enn orkudrykkir, vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum

Mynd: Getty Images
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyingar drekka mest vatn og kaffi og minst av sodavatni og orkudrykkum. Tað vísir ein spurnakanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, har 3.000 føroyingar m.a. vórðu spurdir um teirra heilsu og matvanar.

Serliga eru tað tey ungu í aldrinum 18-29 ár, sum drekka oftast sodavatn við sukri. Av teimum spurdu søgdu 22,2 prosent av monnunum í hesum aldursbólki, at teir drekka sodavatn dagliga, meðan hetta bert var galdandi fyri 13,7 prosent av kvinnunum.

Millum tey eldru í aldursbólkinum 60-85 ár eru tað eisini fleiri menn, sum drekka sodavatn dagligliga, men talan er tó um munandi færri fólk. Av teimum spurdu í hesum aldursbólkinum søgdu 6,5 prosent av monnunum og 2,9 prosent av kvinnunum, at tey drekka sodavatn dagliga.

Sambært kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum er tað eisini í Sandoynni og Suðuroynni, at flest fólk siga seg drekka sodavatn við sukri dagliga – 16 prosent. Í Havnini og Vágum eru ikki nógv fólk, sum siga seg drekka sodavatn dagliga. Har er tað seks prosent.

Meginparturin drekkur sjáldan ella ongantíð orkudrykkir
Tað eru munandi færri, ið drekka orkudrykkir.

Heili 93,5 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey sjáldan ella ongantíð drekka orkudrykkir. Av teimum, sum eru eldri enn 30 ár er talan um heili 98 prosent.

Millum tey í aldrinum 18-29 ár eru færri, sum drekka orkudrykkir dagliga í mun til tey, sum siga seg drekka sodavatn dagliga, men aftur her eru tað menninir, sum drekka mest.

Seks prosent av monnunum í hesum aldursbólkinum siga seg drekka orkudrykkir dagliga, meðan bert tvey prosent av kvinnunum siga tað sama.

16 prosent av monnunum siga seg drekka orkudrykkir 1-4 ferðir um vikuna, meðan tað sama bert er galdandi fyri fýra prosent av kvinnunum.

62 prosent av monnunum og 84 prosent av kvinnunum  í aldrinum 18-29 ár siga, at tey sjáldan ella ongantíð drekka orkudrykkir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

29 Leygardagur 20. mars 2021

“Closed for Maintenance” fyri føroyingar

Hóast korona hevur havt við sær, at flest øll tiltøk verða avlýst, serliga innan ferðavinnuna, heldur Visit Faroe Islands fast í ætlanini um at skipa fyri væl umtókta átakinum “Closed for Maintenance”, hesaferð fyri føroyingar burturav

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið, varð hildið á fyrsta sinni á vári í 2019. Støðan við koronu hevur gjørt, at størra átakið, sum skuldi vera í vár, er útsett til í heyst.

Men í staðin fyri ongar arbeiðsdagar at hava í vár, skipar Visit Faroe Islands fyri einari minni útgávu í døgunum 23.-24. apríl, kallað “Closed for Maintenance – Føroyar”, har bara føroyingar taka lut.

Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av arbeiðstoyminum, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

[object Object]

Arbeiðsuppgávurnar fara í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Sostatt er átakið, saman við nýggju handbókini um gøtubygging, skeltum og aðrari kunning um gongd í haga, liður í arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands at seta sjóneykuna á bygdagøturnar og týdningin at menna gøtukervið í okkara náttúru.

– Hetta er eitt gott høvi hjá føroyingum at taka eina hond í og vera við í arbeiðinum at varðveita okkara bygdagøtur, soleiðis at gongutúrarnir, sum vit føroyingar og útlendsk ferðafólk ganga, verða so tryggir og góðir sum gjørligt, sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands.

– Vit lærdu nógv av arbeiðsdøgunum seinast, og gleða okkum at seta gongd á arbeiðið aftur saman við øðrum hugagóðum føroyingum í vár.

Nógv verður gjørt burturúr at geva luttakarunum eina góða uppliving, ikki minst í Vági, har arbeitt verður við at betra um atkomumøguleikarnar til bygdagøtuna norðanfyri Vág, og at fríðka um viðarlundina, skrivar Visit Faroe Islands.

Magnus Pauli Vest, samskipari og leiðari á Kunningarstovuni í Vági, greiðir soleiðis frá:

– Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða. Pálshøll bjóðar teimum vælkomnum, og møguleiki verður at slappa av í hitapottunum eftir ein langan arbeiðsdag. Vit skipa harafturat fyri kvøldsetu við tónleiki umborð á sluppuni Johannu, sum eisini verður gistingarstað hjá luttakarunum.

Arbeiðsdagarnir enda við einari veitslu, har øll, ið taka lut, fáa høvi at samlast og hugna sær saman.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

30 Leygardagur 20. mars 2021

Relief av Cederblom umvælt

Fritjof Joensen gjørdi myndina, sum nú aftur hongur á Vevskúlanum úti í Grøv

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Relieffið, ella hámyndin, hjá Fridtjof Joensen av Ainu Cederblom, sum síðan 1983 hevur hingið á Vevskúlanum úti í Grøv í Klaksvík, hevur verið í Danmark á Skulpturstøberiet til umvælingar.

Relieffið er nú sett á metalplátu, sum er løgd við blaðgulli, og í vikuni varð myndin hongd upp aftur á Vevskúlan.

Tað var Sjómannadagurin, sum saman við Klaksvíkar kommunu, tók stig til umvælingina í sambandi við, at Fridtjof Joensen í fjør hevði fylt 100 ár.

Karl Heri Joensen saman við Jørgin Ellingsgaard hava staðið fyri at fáa verkið upp aftur at hanga. Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar kommuna og Norðoya Listafelag hava stuðlað umvælingini.

Aina Cederblom var svenskur ævintýrari, fødd í 1896 og doyði í 1986. í 1933 sigldi hon einamøll í opna báti sínum Rospiggen yvir Atlantshav, og endaði í Klaksvík har hon búleikaðist í eina tíð og setti á stovn vevskúa har.

Hon fekk sær sum eitt mál í lívinum at seta á stovn vevskúlar í fátækum økjum kring heimin, og hon virkaði eitt nú í India og Brasil eisini. 

Myndirnar hevur Dávur Winther tikið

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

31
Leygardagur 20. mars 2021

Rullar nógv minni nú

Nú kunnu vit seta krússini frá okkum uttan at tey koppa, siga sjómenn sum sigla við Baki

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað er so stórur munur á, at skipið er nærum ikki til at kenna aftur, síðani vit fingu rullitanga. Alt kenst lættari, og so kunnu vit eisini seta krússini frá okkum uttan at tey koppa.

Tað siga Jón Ludvig, Rói Djurhuus og Bárður Viberg, sum sigla við Baki, sum samtrolar við Stelk.

- Rull ger arbeiðið, og lívið annars umborð á skipum, strævið. Tí eru vit fegnir yvir, at vit nú hava fingið rullutanga, hóast hann ikki er nakað prýði fyri skipið, tí hann stendur omanfyri brúgvatakið. Hetta verður fjórði túrur við rullitanga. Um vit fáa meira fisk, er ikki lætt at siga, men nú er lættari at tova við síðuni til, tí skipini rulla nógv minni nú, siga teir.

- Vit hava landað 300 kør til Faroe Origin í dag, eftir at hava roynt í eina viku. Meginparturin er upsi. Vit fara avstað aftur í kvøld, siga teir.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð hósdagin og heilsaði uppá mennirnar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

32 Leygardagur 20. mars 2021

Sóknast eftir verklagslóg um Fámjinstunnilin

Bjarni Hammer stúrir fyri, at Fámjinstunnilin verður seinkaður, og spyr nú Jørgen Niclasen, hvar verklagslógin blívur av

Bjarni Hammer (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasti framløgudagur hevur verið, men landsstýrið er framvegis ikki komið við nakrar verklagslóg um Famjinstunnilin. Tað hevur fingið Bjarna Hammer at stúra fyri, at tunnilin verður seinkaður, og tí hevur hann sett Jørgeni Niclasen ein fyrispurning. 

Løgtingið hevur samtykt, at Fámjinstunnilin skal gerast, og peningur er settur av til endamálið. Tríggjar milliónir vórðu játtaðar til prosjektering av verkætlanini í 2020. Í 2021 eru 25 milliónir játtaðar, og eftir ætlan verða 63 milliónir játtaðar í 2022 og 30 milliónir í 2023. Øll verkætlanin er mett at kosta 103-125 milliónir. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at arbeiðið byrjar í summar, men fyri at arbeiðið veruliga kann byrja, má ein verklagslóg samtykkjast fyrst. Seinasti framløgudagur var fríggjadagin 5. mars, og tá var verklagslógin ikki ímillum lógaruppskotini frá samgonguni.

- Famjiningar og suðuroyingar í síni heild eru farnir at stúra fyri, um arbeiðið fer at byrja í summar, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, nú ongin verklagslóg fyriliggur. Men sjálvt um ongin verklagslóg fyriliggur í dag, kann landsstýrismaðurin enn náa at koma í Løgtingið við verklagslógini, áðrenn Løgtingið fer í summarferiu, soleiðis at arbeiðið kann bjóðast út og byrja í summar. Tað skulu 17 undirskriftir til, og tað er helst ongin trupulleiki at fáa, sigur Bjarni Hammer, sum í dag hevur sent landsstýrismanninum við samferðslumálum ein §52 fyrispurning um evnið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

33 Leygardagur 20. mars 2021

Tummas Frank Joensen fekk handað tænastumedalju fyri trúgva tænastu

Hann sigldi sum dekkari hjá Strandferðsluni við átta ymsum skipum á ymsum farleiðum í 40 ár

Øll átta skipini, ið Tummas Frank Joensen hevur siglt við, eru her avmyndað (Mynd: ssl.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tummas Frank Joensen hevur fingið handað tænastumedalju fyri trúgva tænastu. 

Hetta varð hátíðarhildið heima hjá Tummas Frank í Skúvoy mikudagin. Tiltakið var væleydnaðað - tað varð hildið saman við familju, vinum og starvsfeløgunum.

Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari

Tummas Frank hevur siglt sum dekkari hjá Strandferðsluni við átta ymsum skipum á ymsum farleiðum, og traðkaði hann í land fyri síðstu ferð av Teistanum í fjør. Tá hevði hann arbeitt hjá Strandferðsluni í 40 ár.

Tummas Frank Joensen fekk eina gávu handaða, har øll átta skipini hann hevur siglt við, eru avmyndað.

[object Object]
Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, handar Tummas Frank Joensen tænastumedaljuna fyri trúgva tænastu (Mynd: ssl.fo) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

34 Leygardagur 20. mars 2021

Klárt at flyta inn á Kneysum 1. apríl

Íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú lidnar, og tey, sum fáa møguleika at búgva har, fáa boð frá Bústøðum, sigur Nes kommuna – talan er um 10 leiguíbúðir og átta lutaíbúðir

Mynd: Nes kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú lidnar, og í farnu viku sýndi Bústaðir nýggju íbúðirnar – 10 leiguíbuðir og átta lutaíbúðir.

Nes kommuna hevur, undir leiðslu av Teknistovuni í Gøtu, staðið fyri at gera økið byggibúgvið fyri Bústaðir, meðan tað er KBH, sum hevur bygt íbúðarlonirnar.

Sambært Nes kommunu er tørvurin at fáa íbúð sera stórur, og nógv vildu síggja íbúðirnar í farnu viku. Tey, sum fáa møguleika at búgva í nýggju íbúðunum, fáa nú boð frá Bústøðum, skrivar kommunan.

Tey fyrstu kunnu væntandi flyta inn 1. apríl.

Leiguíbúðirnar eru, sambært Bústøðum, í tveimum støddum. Seks av teimum eru 55 fermetrar til støddar, og hinar fýra eru 78 fermetrar. Lutaíbúðirnar eru allar um 75 fermetrar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

35 Leygardagur 20. mars 2021

Gera klárt til sambýli á Mýrini

Fyrstu fólkini flyta eftir ætlan inn í september/oktober næsta ár

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsta flagið varð loyst 2. mars, og gongd er nú komin á jørðarbeiðið har, sum sambýlið á Mýrini í Hoyvík skal byggjast.

Nýggja sambýlið skal húsa 18 fólkum við lættari og tyngri menningartarni, og ymsum førleikum at klára seg sjálvi í dagligdegnum. Tey, sum klára seg sjálvi í dagligdegnum, fara at búgva í sjálvstøðugum íbúðum. Onnur hava í størri mun tørv á sosialt samband við hini búfólkini, og at hava starvsfólk rundan um seg.

Tað er Articon sum ger jørðarbeiðið.

Farið verður undir at byggja sjálvt sambýlið í juni, og eftir ætlan verður klárt at flyta inn umleið september/oktober næsta ár.

Løgtingið hevur játtað 46 milliónir krónur til sambýlið á Mýrini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

36 Leygardagur 20. mars 2021

Spakin settur í til nýggju grundstykkini uppi á Fløttinum í Porkeri

Byrjað varð upp á vegin til grundstykkini í vikuni. Trý av teimum seks grundstykkunum eru seld

Mynd: sudurras.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í Porkeri er arbeiði at gera seks nýggj grundstykki nú farið í gongd. Mánadagin varð farið í gongd við at gera vegin til nýggju grundstykkini, sum vera uppi á Fløttinum. Tað var Ása Holm, borgarstjóri, sum setti spakan í.

Hetta skrivar sudurras.fo.

Talan er um seks grundstykki, sum Porkeris kommuna lýsti til sølu í januar. Trý av teimum vórðu seld beinanvegin.

Grundstykkini uppi á Fløttinum verða seld fyri 75 krónur fermeturin. Tað er BKE, sum kemur at standa fyri at gera vegin til nýggju grundstykkini.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

37 Leygardagur 20. mars 2021

Bakkabrúgvin skal leingjast heilt norður á múlan

J&K Petersen átta lægsta boðið og skal eftir ætlan gera arbeiðið liðugt til tíðliga í heyst. Tað er í samband við, at Bakkafrost hevur keypt nýtt skip, ið ikki kann rúmast við bryggjuna, sum nú er

Stein Olvur Petersen, stjóri fyri J&K Petersen, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu hósdagin undir sáttmála um arbeiðið. Tað fer at hava við sær, at rúm verður fyri tveimum skipum við hetta havnalagið (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Runavíkar kommuna fór fyri einari tíð síðani at fyrireika eina munandi útbygging av Bakkabrúnni á Glyvrum. Orsøkin er, at alifyritøkan Bakkafrost hevur keypt eitt nýtt skip úr Turkalandi til felagsins virksemi, og tað gjørdist skjótt greitt, at verandi bryggja, har aldi laksurin verður fluttur livandi frá brunnbáti inn á virkið til virkingar, ikki kundi rúma nýggja skipinum.

Nýggja skipið, ið væntandi kemur á vári 2022, er væl størri enn “Hans á Bakka”, og tí skal okkurt gerast frammanfyri virkisbygningin á Glyvrum.

[object Object]
Mynd: runavik.fo

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at Landsbyggifelagið hevur neyvætlað, og fýra byggifyritøkur bjóðaðu seg fram at gera arbeiðið. Tilboðini vórðu latin upp í býráðssalinum í Saltangará mánadagin á miðdegi. Tey vóru sera jøvn, og øll eitt vet undir metingini, men tað var J&K Petersen, ið átti lægsta boðið á góðar 14 milliónir krónur, og Stein Olvur Petersen, stjóri fyri J&K Petersen, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu hósdagin undir sáttmála um arbeiðið.

Arbeiðið við at leingja Bakkabrúnna heilt norður á múlan, norðanfyri virkið, verður eftir liðugt tíðliga í heyst, skrivar runavik.fo. Víðkanin hevur eisini tað við sær, at rúm verður fyri tveimum skipum við hetta havnalagið, eftir at arbeiðið er liðugt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

38 Leygardagur 20. mars 2021

Grava fiskaplássið á Løðhamri framaftur

Ætlanin er, at økið skal gerast eitt fríøki

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vágs kommuna er farin í holt við at fáa gamla fiskaplássið á Løðhamri fram í ljósið aftur.

Tað skrivar Levi Mørk, formaður í mentanarnevndini í Vágs kommunu í fráboðan. 

- Okur hava valt at gera hugnaliga fiskaplássið á Løðhamri til eitt miðsavningarstað fyri okkum øll og tað kann bara hava ómetaliga spennandi møguleikar við sær í framtíðini.

Levi Mørk skrivar, at í fyrstu atløgu verður økið reinsað fyri at fáa fiskaplássið framaftur. Ætlanin er at stórur partur av hesum verður klárt til jóansøku næsta ár.

- Tankar eru millum annað um, at seta trappur, benkur, gongugøtu oman á sjóvarmálan, og hvør veit um ikki ein nýggjur bátahylur kemur har í framtíðini, skrivar Levi Mørk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

39 Leygardagur 20. mars 2021

Kommunan setir “bollafabrikkina” í stand

Klaksvíkar kommuna yvirtekur søguliga vinnubygningin á Stongunum

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Avtala varð í vikuni undirskrivað millum Klaksvíkar kommunu og eigararnar av ‘Bollafabrikkini’. Avtalan merkir, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fær ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtalað varð eisini, at kommunan átekur sær at seta bygningin í upprunaligan stand.

Á móttøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigararnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946.

Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.

Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.

- Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

[object Object]
Atli Jusstinussen, býráðslimur, greiðir frá verkætlanini (Mynd: klaksvik.fo)

Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar.

Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.

- Hetta er eitt av høvðusmálunum hjá mær at fáa framt. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa hetta loyst í sátt og semju við eigararnar, sigur Atli S. Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini.

Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.

Stutt um Klakksvíkar Hermetikk
Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, er ein virkisbygningur á Stongunum, sum J.F. Kjølbro læt byggja, og sum virkaði sum hermetikkvirkið frá 1946 til 1971.

Tá virkið varð bygt, vóru Stengurnar millum størstu arbeiðsplássini í landinum. Har var nógv virksemi, og umframt  teir umleið  30 útróðrarbátarnar, sum tá hoyrdu til Klaksvík, so var eisini tætt samstarv við bygdirnar á eystursíðuni av Eysturoynni, haðani útróðrarbátar avreiddu í Klaksvík.

Endamálið við Klakksvíkar Hermetikkvirki var at fáa eitt virki til meirviðgerð av matvørum. Bygningurin við norðurendan á Stongunum er ein betongbygningur á 24 x 14 metrar til støddar í tveimum hæddum (670 fermetrar). Virksemið hjá Klakksvíkar Hermetikk steðgaði í 1971. Tá varð partur av virkseminum longu fluttur norður á Kósina í 1966, meðan sjálvt hermetikkvirksemið steðgaði í 1971.

Frá 1971 hevði Kjølbro Heilsøla goymsu í parti av bygninginum, meðan ein partur eisini hevur verið brúktur til felags egningarskúr. Virksemið við egningarskúrunum, sum vit kenna tað í dag, flutti inn í Bollafabrikkina í 1980’unum, har egningarskúrarnir enn halda til í niðaru hæddini, meðan ovara hæddin er sett av til felags høli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

40 Leygardagur 20. mars 2021

Bláa skýlið alment tikið í nýtslu

Umstøðurnar við Djúpumýrar gerast alsamt betri

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá besta besta mansliðið hjá KÍ spældi sín fyrsta heimadyst í hesum kappingarárinum sunnudagin, og vann 2-0 móti NSÍ, varð nýggja skýlið, vanliga rópt Bláa skýlið, samstundis tikið alment í nýtslu.

Ikki kann sigast annað enn, at skýlið er sera snøgt og fjálgar um fótbóltsupplivingina á Djúpumýru, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Áðrenn dysturin millum KÍ og NSÍ varð bríkslaður ígongd, nýttið Karl Johansen, borgarstjóri, høvið at siga nøkur orð, har hann millum annað ynskti KÍ góða eydnu við kappingini og gav skýlið til KÍ og FSF at nýta.

FSF hevur nevnliga víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, tá ið leikvøllurin hevur fingið sína endaligu UEFA flokk 2 góðkenning, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

41 Leygardagur 20. mars 2021

Sunt umhvørvi fortreytin fyri sunnum virksemi

Uppgávan er at geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost sær bjart uppá framtíðina
SkrivaÐ:

Jan Müller

-Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið at náttúruni, er alneyðugt, at javnvágin við náttúruna er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost í frágreiðingini til roknskapin hjá fyritøkuni.

Vakstrarmál eru í javnvág við náttúrunnar mørk
Nevndarformaðurin leggur í frágreiðingini stóran dent á ta sannroynd, at tað er sera týdningarmikið fyri fyritøkuna, at  vakstrarmálini eru í javnvág við náttúrunnar mørk.

-Vit eru sannførd um, at alilaksur er ein av loysnunum at tryggja burðardygga framleiðslu av mati til vaksandi íbúgvaratalið í heiminum. Vit eru førandi í vinnuni, tá tað kemur til fóður-til-mat umskiftisfaktorin og lágu kolevnisslóðina. Tí tørvar okkum at vaksa, men uttan at hettar er til ampa fyri náttúruna.

Rúni M. Hansen vísir á, at tey  støðugt eru við at betra um tilfeingisnýtsluna í virkseminum. Harafturat verður strembað  eftir at hava ringrásbúskap og nýhugsan í virðisketuni. Eitt dømi um hetta er biogassverkið FÖRKA, sum varð liðugt í 2020. Hetta virðislønta virkið, grundað á ringrásbúskap, loysir nú eina lívfrøðiliga avbjóðing við at taka ímóti lívrunnum burturkasti frá Bakkafrost eins og frá bóndunum. Samstundis framleiðir virkið grøna orku til el-netið hjá SEV og fjarhitaskipanina í Føroyum. Sjálvt hjáframleiðslan hjá FÖRKA hevur virði fyri bøndurnar, sum fáa góðskutøð frá biogassverkinum. Tað er eisini  umhvørvið, ið fær ágóðan, nú árliga CO2 útlátið fer at minka við áleið 11.000 tonsum.

Ala á burðardyggan hátt
-Útvegan av burðardyggum rávørum og at vit ala á burðardyggan hátt hevur alstóran týdning fyri okkum. Tá vit keypa rávørur til fóðurframleiðsluna til laks okkara, leggja vit stóran dent á at velja rávørur, ið hava góðkenning innan burðardygd. Vit fegnast um, at øll okkara aliøki í Føroyum nú eru ASC-góðkend, og at vit sostatt hava rokkið málinum, sum vit settu okkum fyri 2020 sigur nevndarformaðurin og heldur fram við at undirstrika:

- Eitt sunt umhvørvi er fortreytin fyri einum sunnum virksemi. Tá ið vit virka í einum samfelagi, ið er so bundið at náttúruni, so er alneyðugt, at javnvágin við náttúruna er røtt og burðardygg. Vit eru algreið yvir nútíðar og framtíðar avbjóðingina, vit standa yvir fyri, at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum góðan og sunnan mat, uttan at tað skal verða til ampa fyri umhvørvið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

42 Leygardagur 20. mars 2021

Bakkafrost fer at menna munandi um alingina í Skotlandi

Fer at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum

Bakkafrost fer at byggja út alingina í Skotlandi við stórum smoltstøðum sum hesi við Strond í Norðoyggjum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum, og henda útbygging fer at kollvelta alingina í Skotlandi  sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður,  í formansfrágreiðingini til roknskapin hjá fyritøkuni.

Góð íløga við góðum menningarmøguleikum
Tað var við keypinum  av The Scottish Salmon Company (SSC), at føroyski alirisin av álvara fór undir at víðka um alingina aling til nýggj øki uttanlands. Við keypinum økti Bakkafrost um rakstrarøkið, og tað hevur havt við sær nýggjar vakstrar- og menningarmøguleikar hjá samtakinum upplýsir nevndarformaðurin í frágreiðingini, ið verður alment løgd fram á aðalfundinum í næstum.

- Tá ið Bakkafrost keypti SSC, var hetta felagið lágt virðismett á partabrævamarknaðinum, í mun til aðrar alifyritøkur og í mun til teir menningarmøguleikar, Bakkafrost sær í keypinum. Vit rokna tó við, at tað fer at taka 5 ár at fremja ætlaðu broytingarnar, og vit hava í 2020 arbeitt tætt saman við nýggju starvsfólkum okkara í Skotlandi  fyri at umleggja virksemið. Hetta fevnir millum annað um at gera miðvísar íløgur og endurskoða mannagongdir eftir fremstu standardum. Vit vænta, at hetta verður  ein góð íløga við góðum menningarmøguleikum sigur Rúni M. Hansen.  

Økja um stødd og góðsku av smolti
Hann vísir á, at ein av týdningarmestu broytingunum fyri at betra um úrslitini av alingini í Skotlandi, er at økja um støddina og góðskuna av smoltinum, sum verður sjósett. Bakkafrost hevur í hesum sambandi ætlanir um at byggja tríggjar stórar og nýmótans smoltstøðir í Skotlandi, líknandi teimum smoltstøðum, sum Bakkafrost hevur í Føroyum. Sostatt verður stór-smolt strategiin hjá Bakkafrost eisini sett í verk í Skotlandi.

Við at betra um góðskuna og økja støddina á smoltinum til 500 gramm, verður tíðin í sjónum stytt niður í 10-12 mánaðir. Hervið minkar lívfrøðiligi váðin og gevur hettar eisini møguleika fyri at økja tøkunøgdina á burðardyggan hátt. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðunum í Skotlandi er smoltstøðin í Applecross. Hendan alistøðin verður nú útbygd og útgjørd við RAS-tøkni (endurnýtslu av vatni). Útbyggingin, sum við tíðini fer at økja um støddina á smoltinum og betra um góðskuna, verður væntandi liðug í 2023, og verður fyritøkan  tá sjálvbjargin við 250 gramm smoltum í Skotlandi.

-Hetta fer at kollvelta alingina í Skotlandi, sum verður ment enn meira, tá tær báðar næstu smoltstøðirnar eru lidnar, og miðalstøddin á smoltinum er økt til 500 gramm sigur nevndarformaðurin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

43 Leygardagur 20. mars 2021

Framtíðar Bakkafrost: Økja framleiðslu til 100.000 tons

Aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost í framtíðini heldur nevndarformaðurin

Aling á opnum havi fer at vera ein av nýggju framtíðar møguleikunum hjá føroyska alirisanum Bakkafrost (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Føroyska alifyritøkan Bakkafrost hevur ætlanir um  at økja tøkunøgdina í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt á burðardyggan hátt eins og mett verður,  at aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost í framtíðini sigur Rúni M. Hansen í formansfrágreiðing síni til roknskapin hjá felagnum.  

Um farna árið sigur nevndarformaðurin m.a.:

- 2020 hevur á mangan hátt verið eitt óvanligt ár. Í byrjanini av 2020 hevði fáur ímyndað sær, at eitt lítið, ósjónligt virus skuldi skapa so nógv órógv í okkara gerandisdegi. Tíbetur eru øll okkara starvsfólk higartil komin væl ígjøgnum Covid-19 farsóttina, og virksemið hjá Bakkafrost hevur bara í minni mun verið ávirkað. Á alheims laksamarknaðinum er søgan tó ein heilt onnur.

Í 2020 broyttist laksamarknaðurin so hvørt, sum ymisku partarnir av heiminum upplivdu eina bylgju fyri og aðra eftir við vaksandi tilburðum av Covid-19. Stongsulin av matstovutænastuvinnuni (hotell, matstovur og vistaveiting) á okkara høvuðsmarknaðum hevur havt eina neiliga ávirkan á umsetningin og lønsemi hjá Bakkafrost, av tí at vit vanliga selja okkara stóra hágóðskulaks til matstovutænastuvinnuna um allan heimin. Fólk hava ferðast minni í 2020 og flutningsruturnar eru fækkaðar. Hetta hevur minkað um møguleikan fyri loftvegis flutningi, og útreiðslurnar til flogflutning til amerikanska marknaðin eru meir enn tvífaldaðar. Tað sama gjørdi seg galdandi við flutningi til Kina tíðliga í tíðarskeiðnum, eftir at farsóttin tók seg upp.

Nevndarformaðurin vísir á, at undir farsóttini hevur týdningurin av smidligu virðisketuni hjá Bakkafrost verið eyðsýndur. So hvørt sum eftirspurningurin í matstovutænastuvinnuni eftir feskum laksi er minkaður, hevur Bakkafrost megnað at umlagt framleiðsluna, soleiðis at størri nøgdir vórðu framleiddar á liðugvørudeildini. Henda deildin framleiðir vørur, sum verða seldar av leiðandi handilsketum, har eftirspurningurin eftir laksi hevur verið sera stórur, meðan farsóttin hevur herjað. Alheims laksamarknaðurin er vaksin í 2020, og vøksturin hevur verið serliga stórur í USA og Evropa.

[object Object]

Stórar íløgur í allari virðisketuni
Nevndarformaður vísir í frágreiðingini eisini á tær stóru íløgur, sum Bakkafrost hevur gjørt seinastu árini í allari virðisketuni í Føroyum. Hesar íløgurnar á 3 milliardir kr., vórðu lýstar í okkara 5-ára íløguskrá fyri tíðarskeiðið 2018-2022. Partur av hesum íløgunum er gjørdur í mjøl-, lýsi-, og fóðurgeiran (FOF), sum nú letur fóður til øll okkara alibrúk í Føroyum og Skotlandi. Flestu íløgurnar í íløguskránni fyri 2018 eru nú lidnar ella væl ávegis. Eitt dømi um eina framda íløgu, er sera stóra smoltstøðin á Strond, sum nú framleiðir stór smolt við sera høgari góðsku.

Um árið 2021, sigur Rúni M. Hansen, at tað  verður árið, har vit veruliga fara at síggja úrslitini av íløgunum. Hettar sæst millum annað aftur í tøkunøgdini í Føroyum fyri í ár, ið væntandi verður   66.000 tons í kruvdari vekt. Hetta er ein øking í mun til undanfarin ár. Komandi árini fer tøkunøgdin so við og við at økjast til 100.000 tons í kruvdari vekt, væntandi í 2025 ella 2026.

-Til tess at økja tøkunøgdina í Føroyum útyvir 100.000 tons í kruvdari vekt á burðardyggan hátt, meta vit at aling á opnum havi er ein góður møguleiki fyri Bakkafrost. Umstøðurnar fyri aling á opnum havi eystan fyri Føroyar eru góðar, eins og staðsetingin er góð fyri Bakkafrost. Vit hava søkt um eitt aliloyvi til aling á opnum havi, og vóna at fáa loyvið í 2021.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

44 Leygardagur 20. mars 2021

Skál tilnevndur á einum av heimsins størstu heilmildarfilmsfestivalum

Føroyskt-danski heimildarfilmurin fær sonevnda heimsfrumførslu í Keypmannahavn síðst í apríl. 15 filmar eru við í kappingini um ársins "DOX:Award"

Filmurin snýr seg um tvær vinkonur í Føroyum, ið fara í gongd við eitt slag av ungdómsuppreistri - tó við virðing fyri siðvenjunum (Mynd: Filmshúsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í næsta mánaði verður "Skál" við í stórum festivali, har heimildarfilmar verða sýndir og kappast á ein hátt. Talan er um eina av heimsins størstu stevnum fyri dokumentarfilmar. Stevnan verðue í døgunum 21. apríl til 2. mai.

Talan er um CPH:DOX, ið hevur úttikið 15 filmar, har tann føroyskt-danskt framleiddi Skál er ein av teimum, ið fær sonevnda heimsfrumførslu 

Filmurin snýr seg um tvær vinkonur í Føroyum, ið fara í gongd við eitt slag av ungdómsuppreistri - tó við virðing fyri siðvenjunum. Tað er gamla kristna trúgvin í landinum, ið stendur yvir fyri einari nýggjari tíð.

Cecilie Debell & Maria Guldbrandsø Tórgarð hava leikstjórnað filminum, ið er framleiddur í samstarvi við NORDDOK, ið ger filmar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

45 Leygardagur 20. mars 2021

Arbeiða fyri at styrkja føroyska málið

Føroyamál: Skulu arbeiða fyri at styrkja føroyska málið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyamál er eitt nýstovnað felag, ið hevur til endamáls at vera eitt virkið felag, sum kann skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og fáa kjak í lag um lærugreinina føroyskt.

Ætlanin er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking millum føroysktlærarar; at elva til samstarv millum tey ymisku økini í skúlaskipanini. Tí ynskja vit at skapa eitt rúm, har at limir felagsins sleppa til orðanna, og har vit saman kunnu deila vitan og kjakast um ymisk viðkomandi evni.

Endamálið er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking ímillum lærarar í føroyskum, og at eggja til samstarv ímillum tey ymisku økini í skúlaskipanini.

Umframt kjak og samstarv, so fer arbeiðið eisini at fevna um samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum “Nordspråk”.

Tað hevur stóran týdning at hava vitan um mál, mentan og tekstir hjá hvørjum øðrum, og um samskifti – at luta hesa vitan sínámillum.

Nordspråk hevur bæði summarskeið og heystskeið, sum lærarar í Føroyum stundum luttaka í. Og í 2021 verður summarskeiðið í Føroyum.

Felagið hevur stovnað eina fb-síðu, nevnd Føroyamál  og somuleiðis ein instagramvanga við sama heiti til skjótari samskifti. Í næstum fær felagið eisini eina heimasíðu.

Í nevndini í nýstovnaða felagnum eru Óluva Klettskarð, sum er forkvinna, Jastrid á Dalbø er næstforkvinna, Christina Jensen er skrivari, og nevndarlimur er Helena Kannuberg. Tiltakslimur er Katrin Næs.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

46 Leygardagur 20. mars 2021

Bannaða Blikktrumman - nú við pausu

Filmsfelagið vísir longu versjónina av "Die Blechtrommel" mikukvøldið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 24. mars fer Filmsfelagið at vísa týska stórfilmin “Die Blechtrommel”, sum Volker Schlöndorff gjørdi í 1979 eftir samnevndu søguni hjá Günter Grass frá 1959.

Søgan er um drongin Oskar, sum noktar at blíva vaksin, men fær aðrar eginleikar, ið greitt benda á eina uppgerð við Nazitýskland.

Týski filmsklassikarin vann bæði Gyltu Pálmarnar og Oscarvirðislønina í 1979. Í Danmark vann filmurin Bodilvirðislønina fyri besta film, sum ikki var amerikanskur í 1980.

Tá Die Blechtrommel hevði verið vístur í danska sjónvarpinum undir heitinum Bliktrommen, og sum vant kom við luftposti á bandi til føroyska sjónvarpið, noktaði sjónvarpsnevndin at hesin skakandi filmur skuldi vísast føroyingum í almenna sjónvarpinum, sum varð stovnað í 1984.

Nú fer Filmsfelagið at vísa Bliktrommen í nýggjum talgildum eintaki frá Another World Entertainment. Samstundis fer Filmsfelagið at gera sum fyrr. Í miðjum filmi verður steðgur, so fólk kunnu skifta orð við síðukvinnuna ella -mannin um filmin, ella bara strekkja beinini og fara niður í kioskina.

Orsøkin til at Filmsfelagið undir koronastongsilinum hevur valt júst henda film meðan vit bíða, er at nýrestaureraða týska meistaraverkið stendur bjartari enn nakrantíð á stóra løriftinum.

Die Blechtrommel sigur søguna úr sjónarhorninum hjá Oskar Metzerath. Hann veksur upp millum krígsrædd fólk í bumbusoraða býnum Danzig/Gdansk. Trý ára gamal fær hann eina blikktrummu í føðingardagsgávu, og noktar at vaksa, hóast hann eldist. Tá han sær nazistarnar masjera, fer hann at sláa á trummu, og verður hann bangin, fer hann at skríggja, so gløsini brotna. Die Blechtrommel er ein bæði hugtakandi og ræðandi myndagerð av kríggi, sædd úr sjónarhorninum hjá einum barni.

Týski filmurin Die Blechtrommel er 164 minuttir til longdar, verður sýndur við donskum undirteksti og heitinum Bliktrommen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

47 Leygardagur 20. mars 2021

Tvær Oscar-tilnevningar til Druk

Filmurin er kann vinna fyri besta útlendska film og Thomas Vinterberg fyri bestu leikstjórn

Thomas Vinterberg, leikstjóri (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski filmurin ‘Druk’ er við í tveimum kappingum fyri at fáa eina Oscar virðisløn, tá tignarligu virðislønirnar hjá The Academy of Motion Pictures verða handaðar 25. apríl.

Filmurin, sum á altjóða marknaðinum hevur heitið 'Another Round', er millum teir tilnevndu sum besti altjóða filmur, sum er heitið á Oscar-virðislønini fyri filmar, sum ikki eru framleiddir í USA.

Tað var ikki so óvæntað, at ‘Druk’ gjørdist millum teir tilnevndu í hesum bólkinum.

Mánadagin vóru tilnevningarnar til Oscar-virðislønirnar kunngjørdar, og tað var eitt sindur meira óvæntað, at filmsleikstjórin, Thomas Vinterberg er millum teir, ið eru tilnevndir til ársins filmsleikstjori.

Hinir eru David Fincher fyri ‘Mank’, Lee Isaac Chung fyri ‘Minari’, Chloé Zhao fyri ‘Nomadland’ og Emerald Fennell fyri ‘Promising Young Women’.

Ein annar danskur filmsleikstjóri fekk eisini eina tilnevning. Tað er Elvira Lind fyri amerikanska stuttfilmin “The Letter Room”. Triði danskarin, ið kann fáa eina Orcar-virðisløn í ár er Mikkel A. G. Nielsen fyri filmin “Sound of Metal”.

“Druk” hevur eisini fingið fýra tilnevningar til størstu filmsvirðislønina í Bretlandi BAFTA.

Talan er um besta film, sum ikki er á enskum máli, bestu leikstjórn, besta leikrit og Mads Mikkelsen fyri besta mannliga høvuðsleiklut.

800.000 danir hava sæð filmin “Druk” áðrenn korona stongdi allar danskar biografar í vegur.

“Druk” er ein leikur um fýra miðnámsskúlalærarar og teirra roynd at endurvinna lívsneistan við hjálp av alkoholi. Lærararnir gera av at royna eitt ástøði um, at menniskjað er fødd við eini hálvari promillu ov lítið í blóðinum. Men jú meira alkohol teir fáa innanborða, tess meira fer lív teirra av sporinum.

[object Object]
Mads Mikkelsen, høvuðsleikari í 'Druk'



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

48 Leygardagur 20. mars 2021

Forsíðan á Charlie Hebdo ímyndar Meghan sum George Floyd

Tekningin hjá franska satirublaðnum, sum vísir bretsku drotningina og hertogafrúuna Meghan hevur skapt øsing

Mynd: Charlie Hebdo/Twitter
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Franska satirublaðið Charlie Hebdo hevur skapt øsing við einari tekning av bretsku drotningini Elizabeth II og hertogafrúuni Meghan.

Tekningin, sum sæst á permuni á blaðnum ímyndar drotningina, sum trýstir knæið niður á hálsin á Meghan, júst sum ein løgreglumaður gjørdi við George Floyd í amerikanska býnum Minneapolis í fjør.

Hendan forsíðan kemur í kjalarvørrinum á einari samrøðu, sum Meghan og maður hennara, Harry prinsur gjørdu við Oprah Winfrey.

Í samrøðuni, sum varð víst í sjónvarpinum herfyri, greiddi parið frá, hví tey valdu at gevast sum ein aktivur partur av bretska kongshúsinum.

Á forsíðuni á Charlie Hebdo stendur: "Hví bakkaði Meghan – tí eg ikki longur fekk andað".

[object Object](Mynd: Charlie Hebdo/Twitter)

Hesin teksturin sipar til seinastu orðini hjá George Floyd, ein littur maður, sum kvaldist, tá ein hvítur løgreglumaður trýsti knæið niður á hálsin á honum undir einari handtøku.

Charlie Hebdo gjørdist heimskent, tá 11 persónar vórðu skotnir til deyðis undir einum álopi á redaktiónina hjá blaðnum í Paris. Hetta hendi, eftir at Charlie Hebdo hevði almannakunngjørt nakrar umstríddar tekningar av profetinum Muhammed.

Sambært Ritzau verður Charlie Hebdo roknað sum eitt týðandi tekin um eitt land, sum ikki er bundið av átrúnaðarligum forskriftum. Onnur halda tó, at Charlie Hebdo er eitt provokerandi blað, sum ikki hevur fyrilit við teimum trupulleikum, sum kúgaðir bólkar stríðast við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

49 Leygardagur 20. mars 2021

Eldri fólk eru í størri vanda fyri at verða smittað aftur

Donsk kanning vísir, at fimti hvør persónur, ið hevur havt covid-19, kann gerast sjúkur aftur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fimti hvør persónur, ið verður smittaður við covid-19 gerst ikki mótstøðuførur fyri nýggjari smittu. Og fyri fólk oman fyri 65 ár er tað minni enn helmingurin, ið skapar mótstøðuføri móti smittuni.

Tað vísir ein nýggj kanning hjá danska stofninum Statens Serum Institut. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi. 

Steen Ethelberg, granskari, sigur í tíðindaskrivinum, at flest fólk tó framvigis eru vard í minsta lagi eitt hálvt ár.

- Men ikki øll eru vard og serliga millum tey eldru er okkara kanning órógvandi. At bert helmingurin eftir øllum at døma er vardur, sigur hann.

Út frá hesum kanningarúrslitum mælir Steen Ethelberg øllum til at taka ímóti tilboðnum um koppseting – eisini sjálvt um tey longu hava verið smittað.

- Og til tá – hetta er serliga galdandi fyri eldri – at minnast framhaldandi at fylgja boðunum frá myndugleikunum um, hvussu ein verjir seg móti smittuni, leggur granskarin afturat.

Kanningin er almannakunngjørd í viðurkenda vísindatíðarritinum The Lancet.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

50 Leygardagur 20. mars 2021

Burturbrenning av avlopsgassi á oljupallum minkað munandi

Burturbrenning av avlopsgassi á oljupallum í bretska partinum av Norðsjónum minkaði við 22 prosentum í fjør

Norra er undangonguland, tá talan er um at banna og forða fyri burturbrenning av avlopsgassi á oljupallum. Nú royna bretar og onnur lond við at læra av norsku royndunum.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Burturbrenning av avlopsgassi á oljupallum  í bretska partinum av Norðsjónum  minkaði við 22 prosentum í 2020. Hesi tølini verða væl móttikin, nú miðvísar royndir í sambandi við veðurlagsdálkingina verða gjørdar til tess at minka um burturbrenningina, sum er við til at dálka umhvørvið. 

Gassið, sum er brent í bretska partinum av Norðsjónum í fjør, svarar til upphitingina av 200.000 húsarhaldum. Talan er her um lægstu burturbrenningina av gassi nakrantíð  upplýsir Oil and Gas Authority, sum umsitur mongu leiti- og framleiðsluloyvini á bretska landgrunninum.


[object Object]

Ein av orsøkunum til minkingina eru royndirnar hjá myndugleikunum at fáa oljufeløg at taka málið í størri álvara og gera sítt til at minka um burturbrenningina. Og her verður ikki minst hugt til norsku royndirnar á økinum. 

Í Norra er ikki loyvt oljufeløgum at brenna gassið umborð á oljupallum, einasta undantak er, um tað hevur samband við trygdina. Røddir eru annars frammi um heilt at banna burturbrenning av gassi á oljupallum til havs innan 2030. 

Samanbera vit við aðrar partar av heiminum, har oljuframleiðsla fer fram, er Norðsjógvurin við londum sum Norra og Hálandi, eitt fyridømi um, hvussu farast skal fram. Tískil verður t.d. Norra við tess royndum og vitan, brúkt sum fyridømi av fleiri londum eitt nú í Afrika og Asia, til tess at minka um burturbrenningina og heilt at steðga hesi í framtíðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

51 Leygardagur 20. mars 2021

Nýtt norskt flogfelag yvirtekur flogfør frá Norwegian

Norse Atlantic Airways væntar at byrja flúgvingina í desember

Bjørn Kjos, stovnari av Norwegian, er høvuðseigari í nýggja flogfelagnum, Norse Atlantic Airways (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norse Atlantic Airways eitur eitt nýstovnað norskt flogfelag, sum væntandi byrjar sína flúgving seinni í ár.

Bjørn Tore Larsen frá felagnum OSM Aviation hevur tikið stig til felagið, og hann hevur nú fingið ríkmannin, Bjørn Kjos, sum stovnaði Norwegian í 1993, við í ætlanina. Norse Atlantic Airways fer at leggja seg eftir at bjóða bíligar ferðir tvørtur um Atlantshav.

Ætlanirnar við Norse Atlantic Airways eru stórar. Felagið skal flúgva við stórum flogførum, Boeing 787 Dreamliner, úr evropeiskum floghavnum, eitt nú London, Paris og Oslo til stórbýir handan hav, so sum New York, Los Angeles, Miami, skrivar norski miðilin Dagens Næringsliv.

Ætlanin er at byrja hesa flúgving í desember í ár. Fyrstu 12 flogførini eru longu bíløgd. Felagið skal yvirtaka flogførini frá Norwegian, sum er í fíggjarligum trupulleikum orsaka av koronastøðuni. Norwegian er eisini støðgað við sínum virksemi tvørtur um Atlantshav orsaka av serligum kappingarreglum í Írlandi, har felagið er skrásett.

Stjóri í felagnum verður Bjørn Tore Larsen, sum eisini hevur eina fortíð í Norwegian umframt OSM Aviation. Felagið fær heimstað í norska høvuðsstaðnum.

Dagens Næringsliv skrivar, at Bjørn Kjos hevur sett 24 milliónir norskar krónur í Norse Atlantic Airways, og væntar at kunna heinta eina milliardaupphædd afturat í felagið, tá tað fer á Oslo Børs.

Bjørn Kjos fór á sumri 2019 frá sum stjóri í Norwegian eftir 17 ár í starvinum. Hann er framvegis størsti eigarin í felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

52 Leygardagur 20. mars 2021

Fyrsti uppruna amerikani í stjórnini

Deb Haaland er nú góðkend sum innanríkisráðkvinna í USA

Deb Haaland (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

USA fær nú nýggja innanríkisráðkvinnu, og talan verður um ein søguligan persón.

Tí Deb Haaland er fyrsti uppruna amerikanari, sum setir seg í ein ráðharrasess, tá hon fyrsta dagin verður útnevnd til innanríkisráðharra.

Ein meiriluti í amerikanska senatinum góðkendi í vikuni demokratin Debora Haaland sum ráðkvinnu. Hon hevur verið limur í umboðsfólkatinginum síðan 2019, umboðandi statin New Mexico.

Millum nógvar aðrar uppgávur fær hon myndugleikan yvir friðlondini – reservatini – sum hýsa tilsamans 578 statsgóðkendum uppruna ættarbólkum.

Innanríkisráðið, sum hon kemur at standa á odda fyri, hevur yvir 70.000 fólk í starvi.

Deb Haaland er 60 ára gomul, fødd í Winslow í Arizona.

Hon er av fólkinum, ið kallast Laguna Pueblo, og sum helt til í einum øki nærhendis Albuquerque í New Mexico. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

53 Leygardagur 20. mars 2021

Elias fekk spenning í dystin aftur

Føroyingar mentu seg upp í øðrum hálvleiki – gagnnýttu ikki møguleikan at javna í seinasta minutti

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast føroyingarnir lógu aftanfyri allan annan hálvleik, so var spenningurin stórur í øðrum hálvleiki í dystinum á Hálsi millum Føroyar og Ukreina síðsta sunnukvøld.

Byrjanin av øðrum hálvleiki gekk ikki so væl. Tað var langt millum málini.

Men so tók Elias Ellefsen á Skipagøtu yvir leiðsluna á miðjuni.

Hann spældi ikki ein serliga góðan fyrsta hálvleik, men í øðrum hálvleiki vísti hann dirvi til at ganga á odda – á A-landsliðnum eisini – og hetta vendi dystinum.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi sín fyrsta dyst á A-landsliðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Við fleiri framúr góðum málum og fríspælingum endnaðist tað undir leiðslu av unga hoyvíkinginum at spæla Føroyar inn í dystin aftur.

Føroyar komu upp á eitt mál í muni, tvær ferðir enntá, men megnaðu ongantíð at javna.

Aðru ferð var til støðuna 25-26 tá hálvur annar minuttur var eftir av dystinum.

Krútsterka føroyska verjan við Theis Horn, Helga Hoydal og Peter Krog í miðjuni fekk forða ukreinum í at skora, og føroyingar høvdu møguleikan at javna tá hálvur minuttur var eftir.

Tíverri miseydnaðist skotroyndin hjá Jónasi Djurhuus.

Og so kundu ukreinar brúka tey seinastu tíggju sekundini til at fáa tíðina at ganga, so at úrslitið av dystinum gjørdist 26-25 til Ukreinar.

Vit kunnu enn eina ferð iðra okkum um, at okkum ikki eydnaðist at vinna á Ukreina. Men ein ósigur á eitt mál er onki at skammast av, og føroysku áskoðararnir góvu eisini føroyska liðnum standandi lógvabrest, tá dysturin var av.

Føroyar - Ukreina 25-26 (11-16)

Føroysku málini skutu

Elias Ellefsen á Skipagøtu 7
Hákun West av Teigum 5
Rói Berg Hansen 5
Helgi Hildarson Hoydal 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Peter Krogh 2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

54 Leygardagur 20. mars 2021

Taptu við átta málum fyri vertunum í Hvítarusslandi

Støðan var 15-7 í hálvleikinum, og úrslitið gjørdist 21-13 til Hvítarussland

(Skíggjamynd: KVF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist til eitt tap við átta málum hjá føroysku landsliðskvinnunum, tá tær í gjár spældu ímóti Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 21-13.

A-landsliðskvinnurnar spæla hetta vikuskiftið HM-undankappingardystir í Hvítarusslandi, og vertirnir vóru væl betra liðið í gjár. Serliga í fyrra hálvleiki, har tær fingu fimtan mál meðan vit bara skoraðu sjey mál.

Seinni hálvleikur gjørdist javnur hvat málum viðvíkur. Hvítarussisku kvinnurnar høvdu trupult við at raka málið, og nógv av tí sum kom, bjargaði Annika Fríðheim Petersen í føroyska málinum. Føroyski málverjin hevði 17 bjargingar í dystinum. Hinvegin tóku okkara kvinnur ikki av í hinum endanum. Hvítarussland skoraði seks mál í seinna hálvleiki, og tað sama gjørdu vit.

Hvítarussland vann sum væntað dystin, og úrslitið gjørdist 21-13. Toppskjútti hjá Føroyum gjørdist Kristianna Henneberg við trimum málum.

Í dag klokkan 13 skulu kvinnurnar aftur í eldin, tá tær spæla seinna dystin í HM-undankappingini í Minsk, og tá er tað Sveis sum bíðar. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum og FM1 hevur frásøgn.

Føroyar - Hvítarussland 13-21 (7-15)

Málskjúttar
Kristianna Henneberg Joensen 3
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Tóra Eliasen 2
Marita Mortensen 2
Bjarta Johansen 1
Ingunn Kristina Persson 1
Anna Brimnes 1
Lív S. Poulsen 1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

55 Leygardagur 20. mars 2021

Kvinnurnar til Hvítarusslands um vikuskiftið

Broytingar eru gjørdar í áður kunngjørda hópinum. Durita Toftum Joensen og Súna Krossteig Hansen kunnu ikki vera við hesuferð, men kemur Lív S. Poulsen inn í hópin

Lív S. Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hetta vikuskiftið luttekur A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum í HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis.

Korona og sóttarhaldsreglurnar hava viðført avbjóðingar í mun til hópin og í mun til hópin, sum var kunngjørdur eru tvær broytingar. Durita Toftum Joensen og Súna Krossteig Hansen kunnu ikki vera við hesuferð, men kemur Lív S. Poulsen inn í hópin.

Sostatt sær hópurin soleiðis út:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Tóra Eliasen, Stjørnan
Lív S. Poulsen, StÍF
Ingibjørg Olsen, VÍF
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Anna Brimnes, Ajax København
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold
Brynja Høj, Neistin

Dystirnir verða leiktir í Minsk í Hvítarusslandi. Í gjár spældi føroyska liðið móti Hvítarusslandi og í dag kl. 11 spæla Føroyar og Sveis. Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

56 Leygardagur 20. mars 2021

StÍF argaði KÍF

Við einum góðum seinna hálvleiki vann botnliðið á liðnum, sum kundi spæla seg í hálvfinalurnar við einum stigi

Sveinur Justinussen skoraði seks mál í góða "comebakkinum" hjá StÍF hóskvøldið (Savnsmynd - Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá Hans Eli Sigurbjørnsson hóskvøldið skoraði til 11-16 í høllini á Skála, bendi ógvuiliga nógv á, at KÍF í minsta lagi fór at spæla seg í hálvfinalurnar í Burn-deildini.

Soleiðis var eisini, tá liðini fóru til hálvleiks  tríggjar minuttir seinni, tá munurin var trý mál. Men í seinna hálvleiki var heimaliðið greitt omaná, og StÍF skoraði heili sjey mál fleiri og vann dystin.

Harvið fellur avgerðin um seinasta hálvfinaluplássið í fyrsta lagi mikukvøldið, tá Team Klaksvík vitjar í Vestmanna.

StÍF kom uppá javnleik, 21-21, tíggju minuttir inn í annan hálvleik, og um miðjan hálvleik bleiv munurin tvey mál. Kollfirðingar hingu í, men toppskjúttin hjá heimaliðnum, Pætur Johansen, skoraði tvey mál í tveimum teimum seinastu minuttunum, og tað endaði 32-28.

Hetta var seinasti heimadystur, og seinasti dystur yvirhøvur í grundpælinum, hjá StÍF, ið endar aftast.

Fyrst í apríl skulu teir av vestara armi av Skálafjørðinum stríðast við Kyndil og Team Klaksvík/KÍF um at vinna niðara bólkin. Um Team Klaksvík vinnur í Vestmanna, sum klaksvíkingar ongantíð hava gjørt, so verður tað heilt spennandi 28. mars, tá kollfirðingar spæla í seinasta umfarinum.

Burn-deildin
18.mars

StÍF - KÍF 32-28 (14-17)
Toppskjúttar: Pætur Johansen 9 mál, Bjarni í Selvindi 7 mál - Niklas Selvig 8 mál

Støðan
1. VÍF 26 stig (16 dystir)
2. H71 23 stig (16 dystir)
3. Neistin 19 stig (16 stig)
4. KÍF 18 stig (17 dystir)
5. Team Klaksvík 14 stig (16 dystir) *
6. Kyndil 8 stig (17 stig)
8. StÍF 8 stig (18 dystir)

* Team Klaksvík er betri innanhýsis enn KÍF og kann harvið framvegis fáa 4. plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

57 Leygardagur 20. mars 2021

Føroyar skulu spæla ímóti Finnlandi og Ísrael - helst á heimavølli

Føroysku kvinnurnar hava á papprínum góðan møguleika at spæla seg víðari til høvuðsundankappingina til EM. Undan-undankappingin verður 4. til 6. juni

Sum tað sær út, verður møguleiki at stuðla føroysku kvinnunum í royndini at koma til EM-undankappingina í Føroyum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til undan-undankappingina til EM hjá kvinnum var mikudagin í Wien. Tað háttaði seg á hendan hátt:

Bólkur A: Portugal, Kosovo, Luksemborg, Kýpros
Bólkur B: Grikkaland, Italia, Bosnia Hersegovina, Lettland
Bólkur C: Føroyar, Ísrael, Finnland

Føroyar vóru í ovasta styrkisbólkinum og fingu Ísrael úr strykislagi tvey, ið helst er tað veikasta liðið, ið var har. Finnland og Føroyar skulu eisini dystast, og tann besti parturin av lutakastinum kom til seinast, har tað gjørdist greitt, at hægst styrkismettu liðini fáa fyrsta rætt at hýsa dystunum.

Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri Føroyar. Hondbóltssambandið fer helst  at taka av hesum møguleikanum, og um so er, so vitja Ísrael og Finnland fyrsta vikuskifti í juni.

Um føroysku kvinnurnar verða sterkast tá, so fáa tær møguleikan  at spæla í høvuðsundankappingini, sum fer í gongd í heyst.

Áðrenn EM so er ein uppgáva í HM-undankappingini á skránni. Hon verður nú um vikuskiftið, har spælast skal ímóti Hvítarusslandi og Sveis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

58 Leygardagur 20. mars 2021

Rannvá setti NSÍ upp á pláss við perlu

KÍ vann 4-1 móti NSÍ í stórsteypadystinum hjá kvinnum seinasta vikuskiftið

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ vann VFF Cup herfyri, men í gjár lat KÍ ongan iva um hvør tað var, sum vann alt sum kundi vinnast kappingarárið í fjør.

Greipuvinnararnir vunnu 4-1 móti nærmasta kappingarneytanum úr NSÍ í stórsteypadystinum á Tórsvølli í gjár.

Tríggjar minuttir inn í dystin legði Malena Olsen KÍ á odda 1-0. Tá eitt sindur meira enn ein tími var leiktur økti Victoria á Lakjuni til 2-0, og lítla løtu seinni Rannvá Biskopstø Andreasen til 3-0.

Tað eydnaðist Margunn Lindholm at minkað um munin fyri NSÍ tá 77 minutttir vórðu leiktir, men beint fyri leiklok fekk Rannvá Biskopstø Andreasen pláss uttanfyri sekstanmeturin og smekkaði til.

4-1 til KÍ, sum kundi lyfta stórsteypið. Lions Club Tórshavn skipar sum vant fyri Stórsteypadystinum, og peningurin fer í ár til átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái krossur varðar av. 

Landskappingin hjá kvinnum byrjar næsta vikuskifti, og tá hittast júst hesi liðini aftur. Tá verður tað í Klaksvík.

KÍ - NSÍ 4-1 
3' Malena Olsen 1-0
65' Victoria á Lakjuni 2-0
68' Rannvá Biskopstø Andreasen 3-0
77' Margunn Lindholm 3-1
88' Rannvá Biskopstø Andreasen 4-1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

59 Leygardagur 20. mars 2021

Jacoba Langgaard í hvítt

Landsliðsleikarin fer at spæla við B36 í 2021

Jacoba Langgaard til høgru fegnast her saman við ÍVB í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landskappingarárið í fremstu kvinnudeildini byrjar í leygardag, og lagt er upp til eina spennandi kapping.

B36 boðar varna vikuskifti frá, at royndi leikarin hjá ÍVB, Jacoba Langgaard, fer at spæla í hvíta búnanum hetta kappingarárið.

Víkingur valdi at fara úr samstarvinum við ÍF og B68, og tí varð væntað, at Jacoba Langaard, sum í størstan mun hevur umboða GÍ og Víking, fór at halda fram.

Men nú verður tað altso B36 sum fær ágóðan av 33 ára gamla miðvallaranum. Hon hevur spælt fleiri enn 150 dystir í bestu deildini, og spælir við A-landsliðnum.

B36 hevur sín fyrsta dyst í ár móti júst Víkingi í morgin.

Jón Simonsen er høvuðsvenjari hjá B36-kvinnum.

1. umfar hjá kvinnum verður spælt soleiðis:

Leygardag 20. mars
07 Vestur-HB
EBS/Skála-AB/B71

Sunnudag 21. mars
KÍ-NSÍ
B36-Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

60 Leygardagur 20. mars 2021

Víkingur fór avstað við øllum

HB fekk ov lítið burturúr í Sarpugerði í gjárkvøldið. Greipuvinnararnir løgdu seg á odda, men taptu 2-1.

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Verandi greipuvinnarar, HB. vóru í gjárkvøldið á vitjan hjá Víkingi í kuldanum í Sarpugerði. Teir nógvu áskoðararnir sum vórðu møttir upp til dystin hetta fríggjakvøldið fingu eingi mál fyri pengarnar í fyrra hálvleiki.

Tað leikaði javnt á, og kanska hevði Víkingur yvirvág. Í øðrum hálvleiki var tað útiliðið sum sat á tí besta, men fekk einki burturúr. Ikki fyrr enn ein góður tími var leiktur, eydnaðist tað Michal Przybylski at leggja HB á 1-0.

Men síðani fekk Víkingur tvey mál. Fyrst Jákup Johansen til 1-1, og síðani Andreas Lava Olsen sum varð spældur ígjøgnum verjuna hjá HB. 2-1 til Víking, og tað sum var eftir av dystinum royndi HB at trýsta. Víkingur ruddaði burtur hvørja ferð, og stóð eftir sum vinnari til stóra gleði fyri heimaáskoðararnar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki at gera ov nógv av, at siga, at tey í HB-leguni eru misnøgd við árið higartil.

Greipuvinnararnir hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Í fyrsta umfari vunnu teir 5-2 móti NSÍ, men síðsta sunnudag fingu teir bara eitt stig í grannauppgerðini móti B36, og í dag mugu teir til Havnar aftur við ongum.

Víkingur leggur seg við sigrinum í dag fyribils á fyrsta plássið í deildini. Hinir dystirnir í hesum umfarinum verða spældir í dag.

Víkingur - HB 2-1 (0-0)
67’ Michal Przybylski 0-1
73’ Jákup Johansen 1-1
76’ Andreas Lava Olsen 2-1

Støðan Betri deildin menn 2021

1. Víkingur (7 stig)*
2. KÍ (6 stig)
3. HB (4 stig)*
4. B36 (4 stig)
5. ÍF (4 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. EB/Streymur (2 stig)
8. TB (0 stig)
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

*Ein dyst fleiri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

61 Leygardagur 20. mars 2021

Tamt og málleyst á Tórsvølli - KÍ strýkur avstað

Grannauppgerðin millum HB og B36 endaði 0-0, og KÍ vann 2-0 móti NSÍ. EB/Streymur fekk eitt umráðandi stig móti Víkingi

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“Tað var ikki gamalt at hyggja eftir HB og B36, og næstan ikki tíma at vera her”, segði Oddbjørn Joensen, viðmerkjari hjá Televarpinum. Og tað sigur nokkso nógv um grannauppgerðina á Tórsvølli sunnudagin.

Hvørki HB ella B36 vildi tapa, og spælið bleiv har eftir. Teir hvítu úr B36 var leikliga omaná í fleiri førum, men fingu ikki bóltin fram við Teiti Gestssyni í HB-málinum. Dysturin endaði málleysur 0-0.

Í Klaksvík var NSÍ á vitjan, men FM-favorittarnir fingu tað, sum teir fóru eftir, og vunnu 2-0.

EB/Streymur tók ímóti Víkingi. Síðsta umfar eydnaðist tað akkurát hjá Víkingi at vinna móti TB við einum máli í tíðini sum dómarim hevði lagt afturat, men í dag eydnaðist tað ikki. Dysturin endaði málleysur 0-0.

ÍF og TB spældu í Fløtugerði, og longu tá 7 minuttir vórðu spældir legði toppskjúttin frá í fjør, Uros Stojanov, fuglfirðingar á odda. Beint fyri hálvleik økti Gundur Ellingsgaard Petersen til 2-0, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var Uros Stojanov aftur upp á spæl. John Villi Wøldike minkaði um munin fyri TB tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla.

KÍ strýkur sostatt avstað á stigatalvuni, og er einasta liðið, sum hevur fingið fulla úrtøku aftaná tvey umfør.

HB - B36 0-0

EB/Streymur - Víkingur 0-0

KÍ - NSÍ 2-0
32’ Jákup B. Andreassen 1-0
75’ Jóannes Bjartalíð 2-0 (br.)

07 Vestur - B68 3-2 
31’ Tonni Thomsen (br.) 0-1
63’ Jóannis á Steig 1-1
65’ Tonni Thomsen (br.) 1-2
77’ Sjálvmál 2-2
85’ Eiler Fróðason 3-2

ÍF - TB 3-1
7’ Uros Stojanov 1-0
45’ Gundur Ellingsgaard Petersen 2-0
54’ Uros Stojanov 3-0
87’ John Villi Leo 3-1

Støðan Betri deildin menn 2021

1. KÍ (6 stig)
2. HB (4 stig)
3. B36 (4 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. ÍF (4 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. EB/Streymur (2 stig)
8. TB (0 stig)
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

[object Object]Fegnir vágamenn eftir sigurin hjá 07 Vestur á B68 síðsta leygardag (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

62 Leygardagur 20. mars 2021

Petur Knudsen er nú á A-landsliðnum

Miðvallarnir Tróndur Jensen og Jákup B. Andreasen eru aftur við. 24 mans eru úttiknir til komandi uppgávurnar í HM-undankappingini. Ári Mohr Jónsson kemur eisini við, um felagið loyvir tí

Petur Knudsen spældi nakrar frálíkar dystir fyri U21-landsliðið á heysti í fjør og var eisini besti leikarin í føroysku kappingini. Nú er 22-ára gamli runavíkingurin á fyrsta sinni á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Håkan Ericsson, landsliðsvenjari í fótbólti kunngjørdi í vikuni hópin til landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til HM 2022. Dystirnir verða leiktir ávíkavist 25. mars, 28. mars og 31. mars - allir eru á útivølli.

24 leikarar eru í hópinum. Avdúkað varð eisini, at ein afturat kemur, um felagið leysgevur hann. Talan er um Ára Mohr Jónsson, sum skoraði í seinasta Nations League-dystinum á Malta. Allir hinir landsliðsleikararnir, ið spæla í Noregi, eru tøkir, men Sandnes Ulf hevur ikki tikið støðu enn, tí sóttarhaldsreglugerðin í Noregi kann órógva nógv.

Ársins leikari í føroysku kappingini í fjør er ímillum teir 24 á listanum. Petur Knudsen er nú ov gamal til U21-landsliðið, har hann í fjør heyst veruliga gjørdi vart við seg. Sama er galdandi fyri KÍ-liðformannin, Jákup Biskopstø Andreasen. Hesir báðir verða helst fastir fúsar á A-landsliðnum framyvir. 

[object Object]Håkan Ericson til tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Petur Knudsen og Jákup B. Andreasen eftir seinasta dyst teirra á U21-landsliðnum - hann endaði við 3-2 sigri í Kasakstan (Mynd: FSF)

[object Object]Tróndur Jensen fyri nýggja felag sítt móti gamla felagnum í stórsteypadystinum (Mynd: Sverri Egholm)

28-ára gamli Tróndur Jensen hevur verið úttikin til A-landsliðið nakrar ferðir seinastu árini, og nú er nýggi NSÍ-leikarin við aftur. Havnarmaðurin er veruliga komin fyri seg eftir álvarsama knæskaðan, ið hann fekk á heystið.

Annars er hópurin sera líkur teimum, ið vit sóu til Nations League- og venjingardystirnar í heyst. Tíggju leikarar hava sína dagligu gongd uttanfyri Føroyar - fjúrtan eru knýttir at heilmigum feløgum.

Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne (Noreg)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Egersunds (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Tróndur Jensen, NSÍ 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne (Noreg)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2021

63 Leygardagur 20. mars 2021

U21: 23 spælarar boðsendir til venjingarlegu

Eitt nýtt U21-landslið skal smeltast saman, áðrenn uppgávurnar av álvara fara í gongd í summar. 10 feløg verða umboðað á venjingarleguni, sum byrjar um eina viku

Sámal Erik Hentze tók við sum U21-landsliðsvenjari í fjør. Bagge skal nú saman við Atla Gregersen standa á odda fyri einum heldur øðrvísi liði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir dystirnar í vikuskiftinum verður landsliðssteðgur, har A-landsliðið hevur sínar fyrstu tríggjar dystir í HM-undankappingini á skránni.

U21-landsliðið skal ikki í eldin í EM-undankappingini fyrrenn 8. juni, tá armenar koma hendan vegin, men Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen fara at nýta landsliðssteðgin til at hava venjingarlegu við "nýggja U21-landsliðnum". 

Leikarar sum Petur Knudsen, Jákup Biskopstø Andreasen og Daniel Johansen eru ov gamlir nú, og hesir tríggir vórðu ímillum teir, ið vórðu úttiknir til A-landsliðið mánadagin.

Samstundis sum Petur, Jákup og Daniel eru við A-landsliðnum á ferð, verða 23 spælarar á venjingarlegu í Havn. Venjingarlegan verður frá 24. til 27. mars, og ungu menninir skulu eisini spæla venjingardyst móti føroyskum felagi.

Í hópinum, sum varð kunngjørdur mikudagin, eru millum annað Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing, og Magnus Holm Jacobsen, ið vóru fastir menn í farnu undankapping - Magnus var á A-landsliðnum í november - men so eru eisini heilt nýggj nøvn í U21-høpi.

Flestu leikararnir eru føddir í 2000 ella 2001, sum eru teir elstu árgangirnir til komandi undankapping, men so eru eisini fleri "02'arar", umframt Samuel Chukwudi, ið er føddur í 2003 og so heilt unga Áka Samuelsen úr HB, ið ikki fyllur 17 fyrrenn um ein mánaða.

Áhugavert er, at øll liðini í Betrideildini uttan TB eru umboðað, umframt at AB úr 1. deild er umboðað eisini. Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen, ið til dagliga spæla í ávíkavist Spania og Danmark, eru ikki við til hesa venjingarleguna, men tað er helst eingin ivi um, at teir verða fastir partur av hópinum í komandi undankapping, um teir halda seg skaðafríar. Báðir spældu ein leiklut í farnu undankapping.

Hópurin
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Dánial Danielsen, NSÍ
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuleikarar:
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur Skipanes, NSÍ

Miðvallarar og kantar:
Ási P. Dam, HB
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Magnus Holm Jacobsen, B36
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Elias El Moustage, EB/Streymur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Ragnar Skála, AB
Geza David Turi, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur

Áleyparar:
Jonn Johannessen, KÍ
Steffan Løkin, B68
Áki Debes Samuelsen, HB


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

64 Leygardagur 20. mars 2021

Zlatan er aftur á landsliðnum

39-ára gamli áleyparin er úttikin til fyrstu HM-undankappingardystirnar hjá Svøríki. Ibrahimovic gavst annars á landsliðnum eftir EM-endaspælið í 2016

Zlatan Ibrahimovic í landsdysti móti Føroyum á Friends Arena í 2013. Hetta er ein av hansara higartil 116 dystum fyri Svøríki (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann fekk sín fyrsta A-landsdyst í 2001. Tað var ein dystur móti Føroyum, ið varð spældur innandura í Tipshallen í Växjö í sambandi við norðurlandameistarakappingina ta árið. Dysturin, ið var tann fyrsti millum Føroyar og Svøríki endaði 0-0.

Í 15 ár gjørdist talan um 116 dystir og 62 mál fyri Svøríki, ið Zlatan Ibrahimovic gjørdist ein ímynd fyri.

Eftir EM-endaspælið í 2016 støðgaði Zlatan á landsliðnum. Tosað varð um eitt "comeback", eftir at sviar spældu seg til HM-endaspælið í 2018. Tað gjørdist ikki veruleiki, men nú er hann aftur.

Janne Andersson hevur tikið 39-ára gamla áleyparan út til teir fyrstu dystirnar hjá Svøríki í undankappingini til HM 2022, sum verða móti Kosovo og Georgia seinast í hesum mánaðinum. 

Zlatan hevur í hesum kappingarárinum skorað fjúrtan mál í fjúrtan dystum fyri AC Milan í Serie A. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

65 Leygardagur 20. mars 2021

Risauppgerðir fyri framman í fjórðingsfinalunum

Talan verður um endurtøku av finaluni í fjør, brak millum Real Madrid og Liverpool, og Erling Haaland skal spæla móti gamla felagnum hjá faðir sínum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League var í gjár í Nyon í Sveis.

Tá bert átta lið eru eftir kann væntast, at talan verður um nakrar stóruppgerðir, og soleiðis varð eisini

Fjórðingsfinalurnar í Champions League
Manchester City - Borussia Dortmund
FC Porto - Chelsea FC
Bayern München - PSG
Real Madrid - Liverpool FC

Porto ímóti Chelsea er tann minst spennandi á pappírinum, men er tó áhugaverdur. Portugisiska liðið sló óvæntað Juventus út í áttandapartsfinaluni.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2014, undir gamla Porto-venjaranum Jose Mourinho, at Chelsea er ímillum tey seinastu átta í Champions League. Tá kom Chelsea eisini í hálvfinaluna, og tað er fyrsta mál hjá Thomas Tuchel og hansara monnum nú.

Vinnarin av Chelsea - Porto skal spæla ímóti Real Madrid ella Liverpool. Liðini, sum hittust í finaluni í 2018, bresta saman tvær ferðir í fyrru hálvu av apríl, og lagt er upp til sera spennandi uppgerðir.

Klopp og hansara menn vóru í tveimum finalum á rað áðrenn hitt Madrid-liðið í fjør sendi Liverpool út. At vinna Champions League kann í hesum ár verða atgongumerki til kappingina næsta kappingarár hjá enska liðnum. Fyri Real Madrid er hetta fyrstu ferð síðani 2018, at liðið er millum tey seinastu átta.

Í fjør hittust Bayern og PSG í sjálvari finaluni. Í apríl skulu liðini dystast um at koma í hálvfinalurnar. PSG sær spennandi út undir Pochettino, men tað skal nógv til at koppa meistarunum hjá Flick av trónuni. Nógvar stjørnur verða at síggja á vøllinum, og tað kann gerast heilt áhugavert og spennandi.

Manchester City fær eina áhugaverda avbjóðing. Serliga í mun til, at sterki verjuparturin í tveimum dystum skal royna at handfara norðmannin, sum hevur 20 mál í 14 Champions League-dystum.

Hjá Dortmund fer tað helst í stóran mun at snúgva seg nógv um, hvussu Erling Braut Håland fer at standa seg ímóti einum av gomlu feløgunum hjá pápanum. Håland og co. skulu royna at tarna Guardiola og hansara monnum í royndini at endliga røkka einari finalu. 

Lutakast varð eisini um, hvussu liðini skulu spæla í hálvfinalunum. Tað háttaði seg soleiðis:
Bayern München/PSG - Manchester City/Borussia Dortmund
Real Madrid/Liverpool - Porto/Chelsea 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

66 Leygardagur 20. mars 2021

Anders Risdal høvuðsvenjari hjá ÍA

Hann er frammanundan eitt kent andlit millum børn og ung á Argjum, og verður høvuðsvenjari hjá hondbóltsfelagnum næsta kappingarár

Sunrid Gong, forkvinna í ÍA og Anders Risdal (Mynd: Ia.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ítróttarfelagið Argir kunngjørdi í vikuni, at Anders Risdal verður høvuðsvenjari fyri ÍA næsta kappngarár.

Sáttmáli varð undirskrivaður mikudagin.

Anders Risdal tekur við eftir Mark Dahl, sum fer víðari til avbjóðingar sum venjari í Noregi.

- Anders er eitt kent andlit millum børn og ung her á Argjum. Hann hevur seinastu árini starvast í Frítíðarskúlanum á Argjahamri og í Argjaskotinum. Harumframt hevur hann verið venjari hjá U12 dreingjum hjá Kyndli, har hann sjálvur eisini leikar í Burn deildini. Hann hevur útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsítrótt í Danmark, skrivar ÍA á heimasíðuni.

[object Object]Anders Risdal í dysti fyri besta mansliðið hjá Kyndli (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

67 Leygardagur 20. mars 2021

Tríggir føroyskir fimleikarar til EM

Astrið Nanly Breckmann, Rani Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen skulu umboða Danmark í Sveis um hálvan apríl. Hetta er beint undir helmingurin av danska landsliðnum

Astrið Nanly Breckmann, til vinstru, er ein av trimum føroyingum, ið er úttikin til EM, sum verður um ein mánaða
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fleiri føroyskir fimleikarar hava av álvara gjørt um seg seinastu tíðina, og nú er greitt, at beint undir helmingurin av danska landsliðnum til EM í Sveis verður mannað av føroyingum.

Talan er um Astrið Nanly Breckmann og Rana Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag og Aron Djurhuus Jacobsen, sum er havnarmaður, og sum umboðar stóra danska felagið Gefion.

EM verður í Basel um hálvan apríl.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2021

68 Leygardagur 20. mars 2021

Støkk hevur níggju fimleikaframsýningar um vikuskiftið

Fyri at halda koronutilmælini eru fimleikaframsýningarnar ikki almennar í ár, men møguleiki verður at stroyma. Byrjað verður leygarmorgunin klokkan tíggju

Tveir áskoðarar kunnu koma at hyggja pr. fimleikara og venjara (Mynd: stokk.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársins fimleikaframsýningar hjá Støkk verða í dag og í morgin, leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars, og í ár eru tær níggju í tali. 

- Fyri at halda koronutilmælini, eru fimleikaframsýningarnar ikki almennar í ár, men tveir áskoðarar kunnu koma at hyggja pr. fimleikara og venjara.

Hesum boðar Støkk frá í tíðindaskrivi.

[object Object]Mynd: stokk.fo

Tað verður tó møguleiki hjá nógv fleiri at fylgja við, tí allar sýningarnar verða stroymdar ókeypis á netinum. Leinki til stroyming verður lagt út á heimasíðuna stokk.fo og Facebooksíðuna hjá felagnum, har skráin yvir sýningarnar verður.

Fyrsta sýningin í høllini við Løkin fer í gongd leygarmorgun kl. 10 og hildið verður fram til kl. 17.30. Sunnudagin verður fyrsta sýning klokkan 13, og væntandi er seinasta sýningin liðug klokkan 17 sunnudagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021

69 Leygardagur 20. mars 2021

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving

Feðgar á ferð móti FM-sigrinum! Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen stríðast nærlagdir í avgerandi dystinum móti Havnini á Giljanesi í dag (Mynd: Jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Avgerandi finaludysturin um FM-heitið í landskappingini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á Giljanesi síðsta leygardag endaði javnur 2-2. Tað rakk hjá vágamonnum, tí skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið var kravið, at teir vunnu dystin í dag í minsta lagi 3-1.

Tað gekk tann vegin, tí havnarliðið legði seg á odda 1-0, og økti síðani til 2-0. Men so tók dysturin eina vend.

Jøvn finala
Bæði liðini vóru heldur skerd. Martin Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum, og á vágaliðnum sást einki til Silas Eyðsteinsson, tí hann skuldi spæla fótbólt á Dungasandi í Betrideildini. Í hansara stað telvaði Jón Gregersen - ikki Bernhard Augustinussen ella Ingi Wiberg, sum hava loyst av í summum dystum. Á havnarliðnum telvaðu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson. Aðrir møguleikar vóru Carl Eli Samuelsen og Jóan Hendrik Andreasen, men torført er at taka dagar ímillum so javnsterkar telvarar.

Sjúrður Thorsteinsson vann á 4. borði á Jón Gregersen, og Helgi Dam Ziska vann dystin á 1. borði móti Rógva Egilstoft. 2-0 til Havnina. Á 2. borði stóð føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen eitt vet betri við hvíta fólkinum móti Olaf Berg. Leingi var óvist, um støðan kundi vinnast. Á 3. borði gekk javnt á millum Torkil Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Til endans var støðan heilt jøvn - og so lorkaði tann 15 ára gamli Luitjen sær javnleikin úr hendi við einum tapandi leiki. Samstundis telvaði Høgni sannførandi og hegnisliga Olaf niður í endaspælinum. 2-2 og Sandavágs Talvfelag var aftur føroyameistari.

Kollfirðingar ov stuttir
Roknað varð ikki við stórvegis spenningi um hvør fór at flyta niður. Kollfirðingar lógu í tungum sjógvi, men teir gjørdu ein ordans vørr í dag og mundu bjargað sær sætinum í bestu deildini.Kollfirðingar vunnu 3-1 á Klaksvík B, men eitt stig restaði í. Hans Kristian Simonsen sást á 1. borði hjá kollfirðingum í dag, og hann syfti skjótt Finnbjørn Vang. Bernhard Thomsen og Hanus Joensen vunnu somuleiðis, men Haldur Suni Johansen bjargaði klaksvíksliðnum við at vinna á Kára Petersen.

Í triðja dystinum í 1. deild vann Klaksvík 3-1 á B-liðnum hjá Havnini.Her eydnaðist Rógva Mortensen at fáa javnt móti moldovska stórmeistaranum Vladimir Hamitevici. Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði, meðan Terji petersen og Heiðrikur Jacobsen telvaðu javnt á triðja borði.

1. deild (10. umfar)
Sandavágur-Havnin 2-2
Klaksvík-Havnin B 3-1
Kollafjørður-Klaksvík B 3-1

1. deild - endaliga støðan
1. Sandavágur 27½
2. Havnin 25½
3. Klaksvík 21½
4. Havnin B. 17
5. Klaksvík B 15
6. Kollafjørður 13½

Suverenir vestmenningar
Tað var longu fyri seinasta umfar greitt, at Vestmanna Talvfelag hevði tryggjað sær sigurin í 2. deild og uppflyting í 1. deild. Kortini gjørdu teir eisini bart og vunnu 3-1 á styrktum havnarliði. Á ovaru borðunum hjá Havnini sótu Jóan Hendrik Andreasen og Suni Merkistein, sum plagdu at sita lið um lið á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag fyri á leið tretivu árum síðani, og kappast um FM-heitið móti júst Vestmanna Talvfelag. Jóan Hendrik vann á 1. borði móti Samson Højgaard, men á 2. borði vann Jákup á Rógvi Andreasen á Suna Merkistein við góðum frúgvaoffri. Vestmenningar vunnu eisini á hinum borðunum - Martin Brekká og Alfred Olsen móti ávikavist Øssuri Joensen og Jón Andreasen.

Blaðunga klaksvíksmanningin við brøðrunum Heðin og Einar Gregersen umframt Janus Skaale og Flóvin Matras Tummasarson endaðu næstfremst í 2. deild. tað boðar frá góðum hjá Klaksvíkar Talvfelag. Runavíkingar kýttu seg av øllum alvi at vinna seg undan niðurflyting, men sjálvt ein góður 3-1 sigur rakk ikki, tá saman um kom.

2. deild (10. umfar)
Havnin-Vestmanna 1-3
Kollafjørður-Runavík 1-3
Sandavágur-Klaksvík 1-3

2. deild - endaliga støðan
1. Vestmanna 31½
2. Klaksvík 22½
3. Kollafjørður 19½
4. Sandavágur 18½
5. Havnin 15
6. Runavík 13

Sundalagsmenn í 2. deild
Nýggja felagsliðið í Sundalagnum, Rókur, sum hevur røtur á Oyri, men nú røkkur úr Hósvík norður til Eiðis, vann 3. deild og verður tí í 2. deild komandi ár.

Har droyma teir um at lokka býráðsformannin í norðastu kommuni úr Sandavágs Talvfelag í Rók, men hann hevur sagt, at vinna teir seg upp í 1. deild, so skal hann av álvara umhugsa tilboðið.

Á liðnum hjá Róki í dag telvaðu Finnbjørn Zachariassen, Sámal Christiansen, Kim Durhuus og Gunnar Joensen.

3. deild (A-bólkur) 5.umfar
Kollafjørður-Rókur 1½-2½
Toftir-Sandavágur 1-3
Vestmanna-Rókur B 3½-½

3. deild (A-bólkur) - endaliga støðan
1. Rókur 14½
2. Kollafjørður 12
3. Toftir 12
4. Sandavágur 10
5. Vestmanna 9
6. Rókur B 2½

3. deild (Bólkur) 5.umfar
Klaksvík-Havnin 1-3
Sandavágur-Gøta 1-3
Runavík-Havnin B 1-3

3. deild (Bólkur - endaliga støðan
1. Havnin 17
2. Gøta 14
3. Sandavágur 10½
4. Klaksvík 8½
5. Havnin B 5½
6. Runavík 4½

Havnardreingir bestir
Eftir steðg í nøkur ár, var kappast um unglingameistaraheitið aftur í ár. Dreingirnir úr Havnar telvingarfelag vunnu sannførandi. Á liðnum vóru Elias Petersen, Brestir Samuelsen, Luca Staksberg, Petur Magnussen, Janus Ferjá, Dennis Anghel og Silas Mouritsen.

Unglingar - endaliga støðan
1. Havnin 35
2. Klaksvík 28½
3. Klaksvík B 23½
4. Kollafjørður 18½
5. Sandavágur 12
6. Sandavágur B 2½

Landskapping í hálva øld
Í fjør var kappast um FM-heitið í talvi fyri feløg á hálvtrýssinstjúgunda sinni. Søgan byrjaði í 1970. Tá var Talvsamband Føroya stovnað. Fyrsta veturin var bara kappast í einari deild, men so við og við løgdust fleiri feløg og lið og deildir aftrat.

Fyri ta tíð hevði ein óalmenn landskapping um sokallaða Woodborðið verið frá 1948 til 1976. Hana vann Havnar Telvingarfelag í harðari kapping við Vestmanna Talvfelag.

Men tann almenna landskappingin er at rokna frá eftir stovnan Talvsambandsins í 1970. Við FM-sigrinum í dag - hinum sjeynda í alt - hevur Sandavágs Talvfelag otað seg framum Vestmanna Talvfelag, og næstan lagt seg upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag. Enn er kortini langur vegur at fáa Havnar Telvingarfelag aftur á yvirlitinum yvir FM-sigrar í talvi millum feløg.

FM 1971-2021
1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 H
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST

Tilsamans
HT 24
KTF 8
ST 7
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2021

70 Leygardagur 20. mars 2021

Badmintonsamband Føroya 40 ár

Farna leygardag vóru júst 40 ár síðan Badmintonsamband Føroya varð góðkent sum sersamband – í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu í Badmintonhøllini í Gundadali

Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsambandi Føroya sæst her saman við formanninum í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annfinn Brekkstein (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið var ein lítil samkoma í Badmintonhøllini í Gundadali í sambandi við, at tað í ár eru 40 ár, síðan Badmintonsamband Føroya varð sett á stovn, og í dag júst 40 ár síðan, Badmintonsambandið varð góðkent sum sersamband av ÍSF.

Á samkomuni luttóku m.o. Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsamband Føroya, Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu, og Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Ítróttasambandi Føroya. Eisini vóru fleiri av gomlu badmintonhetjunum møttir upp, skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.

Johnny í Grótinum vísti á týdningin av, at tað verður gjørt okkurt munagott fyri hølisumstøðurnar hjá badminton í høvuðsstaðnum, nú móttøkan bleiv hildin í yvir 40 ára gomlu badmintonhøllini. Hølini eru ikki dagførd, umframt at kapasiteturin als ikki er nøktandi, tí sleppa øll ikki at venja, sum annars ynskja tað.

At ongir oyggjarleikir verða fyriskipaðir fyrr enn í 2023 setur enn størri krøv til Badmintonsamband Føroya at skipað fyri luttøku í øðrum altjóða kappingum, tá hetta eggjar leikarunum at venja miðvíst til at røkka góðum úrslitum, skrivar Badmintonsambandið.

Badmintonsamband Føroya varð stovnað á aðalfundi 14. februar 1981, og ÍSF góðkendi felagið á fundi 14. mars sama árið.

Limafeløgini hjá Badmintonsambandi Føroya eru virkin við áleið 350 limum í Vágunum, Norðoyggjum, Eysturoynni, Sandoynni og í Havn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2021

71 Leygardagur 20. mars 2021

Søgulig løta í Havnardali

Fyri fyrstu ferð hava reiðfólk í Føroyum fingið prógv innan ríðing frá universitetinum á Hólum í Íslandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðsta heyst skipaði Føroyskt Íslandsrossafelag á fyrsta sinni fyri undirvísing í tí, sum eitur Knapamerki. Tað er ein útbúgving í fimm stigum, sum støðugt verður ment á universitetinum á Hólum í Íslandi.

Í Føroyum er tað Jóna Adelaide Ólavsdóttir, sum sjálv hevur útbúgving í ríðing og ríðifrálæru frá Hólum, ið hevur staðið fyri undirvísingini.

Knapamerki 1 og 2
Byrjað varð í fjør heyst við undirvísing í Knapamerki 1 og 2 samstundis. Hetta eru tey lættastu stigini, har tú lærir tað heilt grundleggjandi um ross og ríðing. Fyri at fara víðari til 3, 4 og 5, skalt tú hava lokið nr. 1 og 2, so tað var stuttligt at uppliva, at so nógv fólk meldaðu seg til undirvísingina. Bæði púra óroynd reiðfólk og eisini nógv, sum hava riðið í áravís. Luttakararnir vóru úr 12 ára aldri og upp í 50-60 ára aldur, so undirvísingin má sigast at vera viðkomandi fyri øll við áhuga fyri rossum og ríðing.

Teori og praksis
Undirvísingin er skipað soleiðis, at undirvíst verður í teori nakrar tímar og á rossabaki nakrar tímar, har reiðfólkið m.a. lærir at handfara, saðla og boksla rossið. Eisini verður undirvíst í gonguløgunum fet og trav – hvussu tú situr á, javnvág, reiðleið, ferð o.s.fr. Hvørt skeið endar so við eini teoriroynd og eini praktiskari roynd, har karakterir verða givnir frá 0-10.

Knapi merkir reiðfólk á íslendskum

Tey fyrstu, sum hava lokið stig 1 og 2 í Knapamerkinum her heima í Føroyum síggjast á myndini.


[object Object]
Aftast frá vinstru: Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal, Kristianna Jespersen, Jógvan Elias Joensen, Jacklin Durhuus, Eyðna Simonsen, Margret Rasmussen, Súsanna Trónd.
Fremst frá vinstru: Elma Anfinnsdóttir Laksáfoss, Sonja Skylv Petersen, Kristianna Áarberg Joensen, Dagny Maria Bjargardóttir Joensen, Ása Maria Vágsheyg.

Á myndini vanta: Beinta Niclasen, Beinta Poulsdóttir Debes, Eyðrið E. Hansen, Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð, Óluva á Lofti, Rebekka Jansdóttir Simonsen,Tóra Mørkøre og Valborg Hallursdóttir Laksáfoss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2021

72 Leygardagur 20. mars 2021

Tvær konfirmatiónir í Vesturkirkjuni sunnudagin

Dreingirnir kl. 10 og genturnar kl. 12

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn. Og framvegis verða konfirmatiónirnar deildar upp í tvey. Prestur er Derhard Jógvansson.

Hesaferð verður tað so, at dreingirnir verða konfirmeraðir klokkan 10 og genturnar klokkan 12.

Hesir verða konfirmeraðir klokkan 10:

Ári Jacobsen, Fjalstún 1. Dagurin verður hildin frá klokkan 17

Fríði Jóhansson Hansen, Fjalstún 4

Fríði Høgnason Johannesen, Miðbrekka 5, Miðvágur. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Landsverk, Tinghúsvegur 5

Hørður Herason Varðagøta 17a. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, frá klokkan 16

Karstin Jákupsson Ljósstein, Torfinsgøta 13

Mattias Stakksund, Hjaltarók 24

Noah Elias Agnar Bech, Heinagøta 50. Dagurin verður hildin fyri innbodnum

Osvald Jensen, Suðurrás 10

Pætur Elisson Thorkildshøj, Fagralíð 26. Dagurin verður hildin í Kiwanishúsinum, Jøkulstræti 4, frá kl 18

Regin Jákupsson Ljósstein, Torfinsgøta 13

Teinar Øster, Undir Kongavarða 107, Argir. Dagurin verður hildin í AB húsinum, Reynsgøta 2 frá klokkan 15 

Hesar ferða konfirmeraðar kl. 12

Arnóra Sveinsdóttir Wardum, í Túni 3, Nólsoy. Dagurin verður hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin frá kl. 17.30

Bára Eliasen, Hvarvið 7b

Birna Katrinardóttir Jacobsen, Dalavegur 8b. Dagurin verður hildin fyri innbodnum

Ivy Helena Janusardóttir, Argjaboðagøta 4, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 17

Jóhanna Katrina Jacobsen, Heygsmannavegur 3

Katrina Petursdóttir Simonsen, Dánjalstrøð 17. Dagurin verður hildin í KFUM frá klokkan 17

Lena Horn, Hvalsoysrgøta 14

Lív Skaalum, Kráargøta 9, Argir. Dagurin verður hildin í Oddfellow húsinum á Grønlandsvegnum 56 frá klokkan 17

Rakul Eydna Hansen, Heimasta Horn 28.2.1

Ronja Petersen Erlingsson, Heiðastubbi 6. Dagurin verður hildin í veitsluhølinum “Broncks” á Jónas Broncksgøtu 17 frá klokkan 17

Vár Andriasardóttir, Haraldstrøð 4. Dagurin verður hildin fyri innbodnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2021

73 Leygardagur 20. mars 2021

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi sunnudag, boðanardag Mariu, klokkan 11, verða 15 ungfólk fermd í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.

Konfirmantarnir eru hesir: 

Elida Joensen, Oman Hoydalar 11c, Hoyvík. Dagurin verdur hildin heima fyri innbodnum

Elisa Christiansdóttir, á Hvítanesi 31, Hvítanes. Dagurin verður hildin fyri innbodnum

Eva Moraitis, Guttormsgøta 22, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl 17

Ida Maria Engskær, Gortrugøta 14, Hoyvík. Øll eru vælkomin frá kl. 17

Maisól Elisa Ísheim Hentze, Gróthúsvegur 10, Hoyvík. Dagurin verður hildin heima fyri innbodnum

Maria Ejdesgaard Hansen, Bertugøta 1, Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Stoffalág 17, Tórshavn, frá kl. 16

Ró Birita Elmarsdóttir Ósá, Hákunargøta 22, Hoyvík

Sára Bogadóttir Øre, Gripsvegur 29, Tórshavn. Dagurin verður hildin á høvuðsskrivstovuni hjá Faroe Ship á Eystaru Bryggju, Tórshavn. Øll vælkomin frá kl. 16.30

Sofía Ejdesgaard Hansen, Bertugøta 1, Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Stoffalág 17, Tórshavn, frá kl. 16

Sólfríð Leivsdóttir Petersen, við Myllutjørn 51, Hoyvík. Dagurin verður hildin í kantinuni í Hoyvíkshøllini

Adrian Hergeirsson Lassen, Landavegur 70, Tórshavn

Esmar Winther, Maritugøta 79, Hoyvík. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 16. Øll eru vælkomin

Fríði Haraldsen Lamhauge, Lindehaven 37, Taastrup. Dagurin verður hildin í KFUK, Varðagøtu 9. Øll eru vælkomin frá kl. 17

Kartni Petursson, Tjarnarlág 17, Tórshavn. Dagurin verður hildin fyri innbodnum

Regin Heinason Thomsen, Jóansgøta 20, Hoyvík. Dagurin verđur hildin á Januar, Óðinshædd 13, Tórshavn, frá kl. 17


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2021