Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. apríl 2021 | Nr. 14 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

“Øll eru góð við Olaf”

SíÐa 7

1 Leygardagur 03. apríl 2021

Góðan lesihug og gleðiligar páskir

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Niðurlaðing av tænastuni

Á Strandfaraskipum Landsins liggja tey inni við oman fyri 80 hoyringssvarum, har borgarar siga sína meining um hvussu tey halda, at kollektiva ferðslan millum Havnina og Klaksvík umvegis ávikavist Sundalagið og Skálafjørðin skal skipast, nú nýggjur tunnil er komin av Hvítanesi inn á Skálafjørðin.

Av tí sama varð ætlaða broytta ferðaætlanin fyri busskoyringina ikki sett í gildi nú 1. apríl sum ætlað, men er útsett til seinast í mánaðinum.

Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu 19. desember. Nú fýra mánaðir eru farnir, hevur almenna flutningstænastan enn ikki tillagað seg nýggja infrastrukturella veruleikanum.

Hon hevur annars haft stundir til tess. Tað eru yvir tíggju ár síðan løgtingið í prinsippinum tók avgerð um at bora tunnilin millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin. Tað eru fýra ár síðani, at farið varð at bora, og í prinsippinum líka so langt síðani, at vit fingu at vita, at tað fór at vera koyrandi gjøgnum tunnilin í 2020.

Kortini hava Strandfaraskip Landsins trilvað seg fram viðvíkjandi busstænastuni. Ein fyribils koyriætlan varð sett í verk nakrar dagar eftir upplatingarhátíðarhaldið, meðan ein nýggj hevur verið í umbúnað, sum skuldi koma í gildi 1. apríl.

Alla æru vert, at ætlanirnar verða lagdar út til almenna hoyring. Men tað sigur seg sjálvt, at tað koma atfinningar í hópatali, tá tænastuviljin er so jánkasligur, sum fram er lagt. Tað er sum um stovnurin ynskir at sleppa undan at fáa kundar í bussarnar.

Bert ein beinleiðis túrur millum Klaksvík og Havnina gjøgnum undirsjóvartunnilin – restin av degnum gongur leiðin sama veg sum fyrr, og harvið ongin fyrimunur av tunnlinum.

Bert borgarar í Runavík og Strondum fáa beinleiðis samband gjøgnum tunnilin til Havnar. Allir aðrir borgarar við og nærhendis Skálafjørðin, skulu í annan buss fyrst fyri at fáa gagn av tunnlinum.

Og hóast fólkagrundarlagið við Skálafjørðin táttar upp móti 6.500 fólkum, so er busstænastan verri enn hvat t.d. Tórshavnar kommuna veitir borgarunum í Kollafirði, har tað búgva túsund fólk, og hesi fáa enntá túrin fult skattafíggjaðan, so tey ikki skulu rinda ferðaseðil.

Tað er týðuligt, at almenni flutningsstovnurin ikki er sinnaður at veita best møguliga tænastu, og harvið eggja fólki til at ferðast kollektivt.

Tak til dømis ein, ið skal úr Fuglafirði til Havnar við Bygdaleiðum. Túrurin í bili tekur 40 minuttir. Skal viðkomandi við bussi, skal hann fyrst skifta í Gøtudali, síðan í Skipanesi ella Skálafirði og so aftur í Runavík ella Strondum fyri at sleppa í bussin, sum fer gjøgnum tunnilin til Havnar.

Vit hava ikki ómakað okkum at rokna ferðatíðina út, ella kanna eftir hvussu væl bussarnir eru samskipaðir hvør við annan. Tí hvør er áhugaður í at brúka eina slíka tænastu?

Tað skal eisini vera sagt, at tað er ikki Strandfaraskip Landsins, ið einsamøll eiga henda kritikkin. Kritikkurin liggur líka so nógv – nei, meira – hjá politisku skipanini, sum ikki vil ásanna ein tørv fyri almennari flutningstænastu eftir vegakervinum. Tað tykist sum hugburðurin er, at nú hava fólk fingið ein tunnil at brúka, og so er tað ikki longur ein almenn uppgáva at tryggja, at allir borgarar, eisini tey, ið ikki eiga bil, fáa møguleika at ferðast eftir hesum vegakervi.

Hetta er spell og átaluvert, ikki minst tí, at hetta er í beinleiðis stríð við málsetningin um at minka um CO2-útlátið.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 9273

    Lisnar síður: 31368

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 03. apríl 2021

Veljararnir streyma frá Sambandsflokkinum

Løgmansflokkurin hevði bert fingið fimm tingfólk um løgtingsval var nú

Sambandsflokkurin upplivir ikki nakra løgmanseffekt í løtuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað stendur onki til hjá flokkinum, sum stendur á odda fyri sitandi samgongu. Sambært nýggjari kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, eru tað nú bert 15,7 prosent av veljarunum, sum høvdu sett sín kross fyri lista B.

Sambandsflokkurin gongur 4,6 prosentstig aftur í mun til løgtingsvalið 30. august 2019, og gongur aftur við tveimum tingfólkum, úr 7 niður á 5 sessir.

Tá spyr.fo seinast gjørdi eina veljarakanning fyri Blaðið Vikuskiftið síðst í november, fekk Sambandsflokkurin 19 prosent og seks tingfólk, meðan ein onnur Spyr.fo-kanning, sum kundi lesast her í blaðnum stutt fyri jól, vísti sama tendens, sum henda nýggjasta kanningin, nevniliga at Sambandsflokkurin nærkast 15 prosentum í undirtøku.

Í mun til kanningina í november, so er tað Fólkaflokkurin, sum tekur tingsessin frá Sambandsflokkinum, og javnvágin í tinginum er sostatt hin sama, sum hon var fyri fýra mánaðum síðani – 15 til samgonguna og 18 til andstøðuna.

Fólkaflokkurin fær í nýggjastu kanningini undirtøku frá 22,1 prosentum av veljarunum. Hetta er 2,4 prosentstig færri enn á valinum seinast, men nakað fleiri enn í seinastu kanning.

Nógv størsti flokkurin sambært hesi nýggjastu kanningini er Javnaðarflokkurin, sum fær undirgøku frá 29 prosentum av veljarunum. Tjóðveldi fær 19,1 prosent og er aftur triðstørsti flokkur, meðan kappingin millum Framsókn og Miðflokkin vísir, at Miðflokkurin nú er tann størri av hesum báðum flokkum.

Sjálvstýri hevur júst havt landsfund, ið segðist vera væl eydnaður, men tað sæst ikki aftur í veljarakanningini. Sjálvstýri fær bert 1,2 prosent av atkvøðunum, og liggur langt undir sperrimarkinum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021

3
Leygardagur 03. apríl 2021

Kaj Leo klárar seg næstan líka væl sum løgmaður

Teir báðir, løgmaður og heilsumálaráðharrin fáa bestu skoðsmál í veljarakanning

Kaj Leo Holm Johannessen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt sindur í mótstríð til sjálva veljarakanningina, sum vísir, at Sambandsflokkurin missir atkvøður fyri tíðina, so er tað teir báðir undanfarni og núverandi formaður floksins, sum klára seg best, tá veljararnir verða spurdir um at geva landsstýrisfólkunum umdømi.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, eru teir limirnir í landsstýrinum, sum klára seg nógv best sambært veljarunum.

Tað vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti í vikuni. "Hvussu heldur tú landsstýrisfólkini hava staðið seg síðani løgtingsvalið?", ljóðaði spurningurin.

Løgmaður fær besta ummælið, 3,3 sum er væl yvir miðal, og tað er tað sama sum seinast vit spurdu henda spurningin í november 2020.

Men Kaj Leo hevur er við at taka seg inn á løgmann í somáta. Nú fær Kaj Leo Holm Jonannessen miðalkarakterin 3,2 og liggur sostatt beint eftir løgmann í umdømi.

Øll hini landsstýrisumboðini fáa eitt umdømi, sum liggur undir miðal. Jacob Vestargaard 2,8, Jenis av Rana 2,7 og Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir og Jørgen Niclasen fáa øll ummælið 2,5. Og fyri hesi trý seinastu, er tað er nakað verri enn seinast hjá øllum trimum.

Samgonguveljararnir halda eisini, at løgmaður og heilsumálaráðharrin eru teir, ið klára seg best. Løgmaður fær 4,0 í ummæli frá samgonguveljarunum, meðan Kaj Leo Holm Johannessen fær 3,7 – og tað fær Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, eisini.

Landsstýrismaðurin, ið klárar seg verst, sambært samgonguveljarunum, er Helgi Abrahamsen, umhvørvis- og vinnumálaráðharri, sum fær ummælið 3,2.

Andstøðuveljararnir halda eisini, at løgmaður og heilsumálaráðharrin klára seg frægast. Teir fáa báðir karakterin 2,7 frá andstøðuveljarunum. Ringast karakter samært andstøðuveljarunum fær Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, við 1,8.

Tá hugt verður eftir, hvar veljararnir búgva, so er rættiliga týðuligt, at fólk, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin halda nógv meira av landsstýrisfólkunum, enn veljararnir í Havn.

Veljararnir uddan fyri Havnina geva landsstýrisfólkunum meðalkarakter úr 2,6 til 3,5, meðan veljararnir í Havn geva teimum úr 2,3 til 3,1.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021

4
Leygardagur 03. apríl 2021

Tey uppløgdu løgmansevnini missa undirtøku

Men framvegis eru tað nógv flest, sum peika á Aksel og Bárð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Portalurin og Blaðið Vikuskifti hava gjørt veljarakanningar gjøgnum kanningarfyritøkuna Spyr.fo, hevur ofta verið spurt eftir hvønn persón tey spurdu ynskja til løgmann.

Og úrslitið hevur verið púra greitt – veljararnir vilja helst hava undanfarna løgmann, Aksel V. Johannesen og í øðrum lagi sitandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen.

Men nýggjasta kanningin vísir, at undirtøkan fyri júst hesum báðum er minkandi. Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur nú undirtøku frá “bara” 34,6 prosentum – seinast var hon 37 prosent, meðan formaðurin í Sambandsflokkinum gongur aftur úr 30,3 niður á 27,5 prosent.

Hinvegin ganga formanninir hjá Tjóðveldi, Fólkaflokkinum og Framsókn fram.

Nú er aftur eitt tvísiffrað prosenttal av veljarunum, sum peika á Høgna Hoydal, meðan Jørgen Niclasen fær undirtøku 7,6 prosentum.

Lutfalsliga er tað framvegis fá, sum ynskja forkvinnuna í Framsókn til løgkvinnu, men Ruth Vang hevur havt eina lutfalsliga stóra framgongd í somáta, úr 3,1 til 5,2 prosent.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, er ikki eitt upplagt løgmansvalevni, tí undirtøkan fyri honum gongur aftur úr 3,1 prosentum frá seinastu kanning (tað sama sum Ruth Vang) til 2,4 prosent nú.

Seinast fekk táverandi formaður Sjálvstýris, Jógvan Skorheim, undirtøku frá 2,3 prosentum sum løgmansvalevni – nú eru tað bara 0,5 prosent sum peika á tann persónin, ið verður valdur til formann ella forkvinnu í Sjálvstýri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021

5

Størv

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6
Leygardagur 03. apríl 2021

Samgongan fær miðalkarakter

Andstøðuveljarar eru ikki eins væl nøgdir við síni umboð, sum samgonguveljararnir eru við sínar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Hvussu heldur tú, at samgonga og andstøða hava staðið seg síðan løgtingsvalið?”

Soleiðis ljóðaði ein av spurningunum, tá Spyr.fo týskvøldi í vikuni spurdi 500 veljarar um teirra áskoðan til politikkin í løtuni.

Í spurninginum um hvussu andstøðan og samgongan hava klárað seg, fær samgongan miðalkarakterin 3, meðan andstøðan fær eitt evarska lítið sindur verri ummæli, 2,9.

Sjálvandi er munur á hvat veljararnir halda, tá hugt verður eftir, hvønn flokk tey velja. Meðan veljararnir hjá samgonguflokkunum eru rættiliga positivir fyri samgonguni – 4,0 í ummæli, so eru andstøðuveljararnir eitt sindur minni nøgdir við síni umboð. Andstøðan fær 3,2 í ummæli frá sínum egnu veljarum.

Kanningin vísir eisini, at veljararnir uttan fyri høvuðsstaðarøkið eru munandi meira nøgdir við avrikið hjá samgonguni, enn veljararnir í Tórshavn eru.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021

7
Leygardagur 03. apríl 2021

“Øll eru góð við Olaf”

Hóast Olaf Haldansen í Vestmanna hevur havt álvarslig bakkøst í lívinum, so hvílir hann í sær sjálvum. Hann bygdi sær verkstað, tá ið hann var 78 ára gamal. Í dag er hann 90 ár og arbeiðir við sama lag

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

(Myndir: Jens Kr. Vang)

Um dagarnar støkk eg inn á gólvið á verkstaðnum Olafi Haldansen í Vestmanna. Tað er stutt síðani, at eg einki visti um hendan vestmenningin, men nøkur ár herfyri hoyrdi eg hann fyrstu ferð nevndan. Tað var ein dagin eg fyrstu ferð kom inn í eini hús og noyddist at spyrja, hvør hevði gjørt snikkaraar­beið­ið. Tað var so snøgt, at tann, sum ikki hevur skil fyri slíkum, dugir ikki at seta orð á upplivingina, men er bara bergtikin og undrast ...

Svarið var Olaf Haldansen í Vestmanna. Maðurin fylti 90 ár í desembur og er still going strong. Tá ið eg komi inn á verkstaðið, síggi eg beint á hann. Hann situr í einum króki beint framman fyri altan­hurð­ini, haðani hann hevur vítt og frítt útsýni inn á Fjørð. Eg leggi til merkis kaffikrússið, pípuna og hattin – og radio er for frá við við tónleiki, sum Olaf valla hevur valt sjálvur.

[object Object]

Ikki bara eftir sløttum
Tað sæst straks, at maðurin hvílir í sær sjálvum.  

Men tað er ikki tí, at at lívsleiðin hjá Olafi altíð hevur verið fram eftir sløttum. Olaf sá dagsins ljós í 1930 í barnaheiminum uppi í Skálum, har hann eisini sleit sínar barnaskógvar. Barnaárini fóru aftur um sum hjá børnum flestum við spæli – Olaf var nógv hjá ommuni og abbanum, sum búðu í grannalagnum, dreingirnir sigldu við bátum í ánni og spældu eisini nógv í fjøruni.

Tá ið Olaf var 9 ára gamal, var seinna heimskríggj veruleiki, og nakrar mánaðir seinni vórðu Føroyar hersettar av bretum.

– Her varð bumbað tvær ferðir, men annars haldi eg ikki, at vit børn hugsaðu so nógv um kríggið, sigur Olaf.

Í læru og so til Danmarkar
Tá ið kríggið var av, tá fór Olaf í snikkaralæru hjá Axel Haraldsen. Axel var úr Sandavági, men flutti – eins og fleiri onnur – til Vestmanna eina ferð millum heimskríggini, tí í Vestmanna var nógv virksemi.  Í 1949 doyði Axel, og stóð Olaf sostatt við ongum sveinabrævi. Lukkutíð váttaði Louis – sonur Axel – at Olaf hevði staðið í læru fulla tíð.

[object Object]Olaf var tríggjar vetrar á Haslev Håndværkerhøjskole (Mynd: Arkiv.dk)

Við hesi váttan slapp hann inn á handverkaraháskúlan í Haslev. Skúlin varð stovnaður í 1922, og í staðin fyri at fara á tekniskan skúla um kvøldið, so kundu lærlingar fara á fimm mánaða skeið um veturin. Mangir føroyingar hava gingið á hesum skúla, og Olaf gekk har vetrarnar 1952-1953, 1953-1954 og 1954-1955.

– Mær dámdi væl í Haslev, tað var ein góð tíð. Tað vóru fitt fólk og góðir lærarar. Vit búðu tveir á hvørjum kamari og ótu eisini á skúlanum, sigur Olaf, sum leggur afturat, at har vóru fleiri føroyingar í Haslev, eitt nú Jaspur Olsen og Eilif Samuelsen, sum báðir lósu til lærara.

[object Object]

Verkstaðið brann í grund á nátt
Árið eftir byrjaði hann virksemi í egnum snikkaraverkstaði, sum hann hevði gjørt sær í kjallaranum hjá foreldrunum. Har hevði hann sítt virksemi tey næstu 11-12 árini – til 1968, tá ið hann bygdi hann sær nýtt og størri verkstað úti á Bakka.

Virksemið í nýggja verkstaðnum vardi í 20 ár - til hósdagin 5. januar 1989. Tá varð hann útpurraður klokkan fimm um morgunin við ófrættaboðum: Verkstaðið úti á Bakka stóð í ljósum loga!

Hann fór við sjógv á bak oman á Bakka, men har var einki at gera – verkstaðið brann í grund við øllum, sum inni var: Maskinur, timbur og liðug arbeiði umframt skrivstovuútgerð og øll skjøl. Tað er framvegis óuppklárað, hví eldur kom í verkstaðið hesa náttina. Tað var ein dyggur smeitur fyri Olaf.

– Eg haldi alíkavæl, at eg tók tað nokk so róligt, tí eg fekk einki broytt upp á tað, sigur Olaf um hesa hendingina.

Eftir eldsbrunan bygdi Olaf sær eitt stórt snikkaravirki inni á Fjørð – í 1991 ella har á leið. Á verkstaðnum úti á Bakka hevði hann í langt áramál – síðani miðskeiðis í sjeytiárunum – gjørt trappur, hurðar og annað fyri Fjarðahús (Vestmanna Timburhandil), og hesum helt hann fram við í nýggja verkstaðnum inni á Fjørð.

Misti nýggja verkstaðið í kreppuni
– Tað gekk sera væl, og eg hevði sera nógv at gera – til eg knappliga einki hevði at gera, sigur Olaf.

Hann sipar til kreppuna í 1992, tá ið Føroyar fóru á húsagang og alt – ikki minst húsabygging – steðgaði upp.

– Hetta var ein sera døpur tíð. Fólk mistu arbeiðið, tey vóru mong, sum mistu húsini, og fleiri túsund rýmdu av landinum. Millum tey, sum vóru eftir í Føroyum, valdaði dapurskygni, sigur Olaf.

Olaf sjálvur slapp ikki undan, tí eftirsum eftirspurningurin eftir húsum og snikkaraarbeiði yvirhøvur fór í botn, so megnaði hann ikki at halda sínar skyldur. Bert 2-3 ár eftir, at hann var byrjaður, og bara fimm ár eftir at verkstaðið úti á Bakka brendi í grund, misti hann nýggja verkstaðið inni á Fjørð.

[object Object] Jákup á Rógvu: Olaf er óvanliga hegnigur, men dugir ikki at taka fyri

Bygdi sær nýtt verkstað 78 ára gamal
Tá ið virksemið so smátt kom í gongd aftur, so gjørdi Vestmanna Timburhandil, sum átti Fjarðahús, Olafi umstøður til eitt verkstað í timburhandlinum. Har hevði hann sítt virksemi nakað væl inn í hesa øldina, tá ið hann tók nýggja avgerð um at fara aftur á slóðina: Í 2009 – tá hann var 78 ára gamal – bygdi hann verkstaðið á Bakka uppaftur!

Og tað er her hann brúkar stórt sæð alla sína tíð – bæði tí at fólk vilja hava eitthvørt gjørt og tí Olaf altíð er klárur til eitt prát. Tá ið fotografurin var har, var Jákup á Rógvu á verkstaðnum við tveimum pinnum, sum vóru brotnaðir, so tað ikki var sitandi á stólunum, sum pinnarnir hoyrdu til.

– Hann gjørdi tað meðan eg bíðaði, og tað er so væl gjørt, sigur Jákup, og leggur afturat, at Olaf dugir ikki at taka fyri.

Olaf er bygdarmynd og nógv umhildin í Vestmanna – tað skilst á øllum teimum, eg tosi við.

“Øll eru góð við Olaf”
– Øll í Vestmanna eru góð við Olaf, tí hann er eitt so einastandandi fitt menniskja, sigur Jákup.

Hanus í Niðristovu lærdi hjá Olafi árini 1981-1985 umrøðir sín gamla lærumeistara í somu hálovandi vendingum:

– Olaf er so góður og mildur, og so dugir hann so óvanliga væl við fólki, sigur Hanus.

Sjálvur hevur Hanus ikki virkað sum snikkari, og tá ið tey bygdu fyri mongum árum síðani, bóðu tey Olaf gera trappuna upp á loft.

 – Tað eru mong, sum taka til, hvussu snøgg trappan er, sigur Hanus, og leggur afturat, at tað er ikki sum at siga tað og heldur ikki løtuverk at gera slíka trappu.

Á vegginum hongur portrettmynd av Olafi, sum Ann Mari Egholm í Vestmanna hevur teknað.

Olaf ger nú mest smærri arbeiðir, men so seint sum í fjør gjørdi hann Hanusi og Anni eitt borð og tveir beinkir.

Hevur sjálvbodnan ‘privatsjafør’
Ein, sum kennir Olaf eina best, man vera Símun Olsen. Tá ið dagur verður til kvøld, kemur Símun Olsen út á Bakka eftir Olafi og koyrir hann til hús.

– Tað er ein gomul siðvenja. Tá ið vit báðir arbeiddu inni á Fjørð, tá plagdi eg at koyra hann, og tað er bara hildið fram, sjálvt um Olaf ikki longur er inni á Fjørð.

Símun tekur til, hvussu gløggur Olaf er, tá ið tað kemur til snikkarahandverkið. Tað er ikki alt, sum fólk biðja um, ið er so lætt at gera.

– Hann spekulerar og spekulerar og finnir loysnir. Og so er hann so snøggur í sínum handverki, at eg haldi ikki, at nakar kemur honum í nánd, sigur Símun.

Belisin og sáttliga speiskur
Olaf er vitandi maður, sigur Símun.

– Hann veit so nógv, tí at hann lesur nógv – alt millum himmal og jørð, sigur privatsjaførurin.

Sjálvur sigur Olaf, at honum dámdi væl at ganga í skúla, og tað mundi vera ‘miðal’, sum tað lá fyri. Honum hevur altíð dámt væl at lesa.

– Eg lesi kanska um rúmdina og sovorðið, søgu kanska, men ikki politikk. Og so dámar mær væl at lesa teir stóru rithøvundarnar, bæði føroyskar og útlendskar, sigur Olaf og nevnir William Heinesen, Halldór Laxnes, Charles Dickens og Victor Hugo.

Símun veit at siga, at Olaf er tolin og smákrevjin maður – og dugir at vera speiskur upp á tann sniðfundiga, men góðsliga mátan.

Mestsum altíð setir Símun Olaf av við dyrnar upp í Skálum, men fer at kalla ongantíð á gátt. Men ein dagin, hann fór inn, vaskaði Olaf upp – við bust, hóast Símun fyri nøkrum árum síðani hevði verið og riggað eina uppvaskimaskinu til.

– Nú, tú brúkar ikki uppvaskimaskinuna, sigur Símun spyrjandi.

“Nei, tú setti hana ongantíð til,” svaraði Olaf ...

[object Object]

Gleðin við at putlast
Hendan dagin, eg kom inn á verkstaðið hjá Olafi, kom til mín ein sjón og ein setningur frá einari heilt aðrari hending. Fyri nøkrum árum síðani fór eg at vitja Jón Hilmar Magnússen á Akureyri. Eg hevði hoyrt um hann, men kendi hann ikki. Jón Hilmar var farin av teimum 90, og tað var fyrstu ferð eg var á gátt har. 

Eins og Olaf, so putlast nú 95 ára gamli Jón Hilmar  – væl og leingi. Ikki við træ, men við orð! Tað er hann, sum hevur gjørt íslendskt-føroysku orðabókina, sum kom út í 2005.  Tá ið eg kom á gátt, peikaði fjøldskyldan mær upp á loft:

– Hann situr har uppi!

Og har sat Jón Hilmar.

Á verkstaðnum hjá Olafi er høgt til loftið og vítt til veggja, men eg hugsaði um, hvussu Olaf kláraði at hava skil á øllum timbrinum, sum lá ella stóð kring um á verkstaðnum. Fyri mær tóktist tað sum ein babylonskur ruðuleiki. Men Olaf hevði skil á øllum – peikaði og greiddi frá.

Rúmið, sum Jón Hilmar sat í, var haraftur ímóti lítið, sera lítið. Og tað stóð at bresta av bókum, handritum og teldufløgum. Hóast eg kendi meg sjálvan betur aftur millum bøkurnar hjá Jón Hilmari enn millum timbrið hjá Olafi, so undraðist eg á, hvussu Jón Hilmar kláraði at hava skil á øllum – men tað hevði hann.

“Hetta er verøld mín!”
Eg helt fyri við Jón Hilmar: “So her situr tú?”. Og hann svaraði mær aftur á íslendskum:

– Já, þetta er verøld mín!

Hvørt við sínar náðir: tveir menn í hvør sínum landi, báðir langt uppi í árunum, men við heilt hvør sínum førleikum – men felags er passiónin!

Passiónin fyri handverkinum og trænum – at fáa tað passa í pløging.

Passiónin fyri málinum og orðunum – at fáa tekstin at sita.

At gloyma seg burtur í passióni – tað er soleiðis, at man skal blíva gamal. Og ikki verri, um tú kanst gagna øðrum við tíni passión. Við einari orðabók ella einum snøggum borði og tveimum beinkjum ella bara tveimum umvældum stólapinnum.

Ikki av breyði eina
Á Akuroyri søgdu tey mær, at tey máttu fara eftir Jón Hilmari, um hann skuldi fáa nakað at eta. Jón Hilmar segði mær, at “Eta kann man altíð!”. Olaf gloymir tó ikki matin, tí hvønn dag ger hann sær sjálvum døgurða á middegi. Grind og fisk og annað føroyskt – tó oftast frikadellur!

– Bara eg verði mettur, sigur Olaf, sum tíðum fer oman verkstaðið um morgunin, men hvønn dag eftir eftir døgurða.

Og hevur Símun gloymt at fara eftir honum, so er Olaf helst á verkstaðnum enn.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021

8 Leygardagur 03. apríl 2021

Kom beint upp um seks milliónir

Krabbameinsfelagið hevur talt saman, og takkar nú fyri stóra stuðulin til innsavningina “Føroyar móti krabba”, sum var síðsta leygardag. Tilsamans 6.084.962 krónur komu inn

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tilsamans 6.084.962 krónur komu inn tá Krabbamansfelagið í samstarvi við Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya skipaðu fyri landsinnsavningini “Føroyar móti krabba” síðsta leygarkvøld.

Síðst í sendingini leygarkvøldið varð nevnt, at 5,7 milliónir vórðu komnar inn, men nú boðar Krabbameinsfelagið so frá, at smáar 350.000 krónur komu inn afturat, eftir at myndatólini vórðu sløkt.

- Vit eru sera fegin um góða stuðulin, og takka øllum tónleikarum, listafólkum, feløgum, fyritøkum, sjálvbodnum og einstaklingum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum. Ein serlig tøkk fer til allar teir mongu skúlaflokkarnar og lærarar teirra, sum við stórum ágrýtni og hugflogi skipaðu fyri innsavningartiltøkum kring landið, og megnaðu at savna størstu upphæddina til felagið, sigur Krabbameinsfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

9 Leygardagur 03. apríl 2021

Fer at síggjast væl á Skálafjørðinum

17 metra høgi krossurin, sum ætlanin er at seta upp á Høgnaesi á Toftum, fer at síggjast væl. Tað vísir mynd sum vit hava fingið frá stigtakarunum

Vegleiðandi uppskot um hvussu krossurin skal síggja út
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi frá Nes kommunu at seta ein 17 metrar høgan kross upp á Høganesi á Toftum.

- Um vit merkja tað, at fólkið er positivt um hetta, so fara vit víðari við málinum, segði Súni í Hjøllum við útvarpið í síðstu viku.

Men krossurin skilir vøtnini. Nógvar positivar røddir hava verið frammi, men nú eru fólk, sum búgva nærhendis, farin at savna undirskriftir, har mótmælt verður ætlanini um krossin. Hetta verður gjørt á netinum, og í næstu viku verður farið at ganga hús úr húsi við adressuni har til ber at skriva undir.

Á Facebook er eisini nógv kjak um hendan krossin, sum eisini skal lýsa, og fer at síggjast um stóran part av Skálafjørðinum.

Enn hava ikki nógvar myndir verið frammi av krossinum, men vit hava fingið eina mynd frá stigtakarunum og Nes kommunu, sum sæst niðanfyri. Hetta eru vegleiðandi uppskot um hvussu krossurin kundi sæð út.

Tróndur Patursson fer at standa fyri arbeiðinum at gera krossin, sum verður úr glasi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

10 Leygardagur 03. apríl 2021

Triðingurin tekur undir við krossinum

Meira enn helmingurin sigur tó nei til ætlanirnar á Høganesi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein triðingur – 33 prosent av teimum, sum hava svarað – heldur tað vera eitt gott hugskot at seta upp ein kross á Høganesi, sum kann síggjast yvir allan Skálafjørðin.

Mánakvøldið setti Portalurin lesarunum spurningin “Heldur tú, at krossur skal setast upp á Høganesi?”

Kjakið hevur verið aktuelt eftir at sóknarpresturin á Nesi í farnu viku kunngjørdi ætlanina um at seta eitt 17 metra høgt listaverk hjá Tróndi Patursson upp á høganesi. Talan er um ein kross úr glasi við ljósi innaní, sum kann síggjast langa leið frá.

Ætlanin er umstrídd, og rættiliga stórt kjak hevur síðan verið um ætlanina. Út frá kjakinum, sum hevur verið, er tað kanska ikki so óvæntað, at 54 prosent av teimum, ið hava svara, siga nei til henda krossin.

Eitt sindur meira óvæntað er kanska, at triðji hvør - 33 prosent - taka undir við ætlanini hjá toftafólki. 14 prosent søgdu seg ikki hava tikið støðu til spurningin.

5.124 av lesarunum hjá Portalinum valdu at svara spurninginum, sum lá frammi í 12 tímar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

11 Leygardagur 03. apríl 2021

Lata koppsettum dønum 1.000 einvegis ferðaseðlar til Føroya

Nýtt átak hjá Visit Faroe Islands skal hjálpa ferðavinnuni at fóta sær

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frá 1. apríl kunnu fólk, ið eru liðug koppsett, ferðast til Føroyar uttan at fara í seks daga sóttarhald. Í tí sambandi bjóðar Visit Faroe Islands túsund ókeypis einvegis ferðaseðlar til danir, ið hava fingið seinna koppsetingarprikið.

Einvegis ferðaseðlarnir, ið Smyril Line og Atlantic Airways lata, verða latnir til tey fyrstu 1.000, ið skráseta seg - treytað av, at tey prógva, at tey eru koppsett.

- Við hesum átakinum vilja vit veita ferðavinnuni, ið hevur verið sera hart rakt seinasta árið, eina hjálpandi hond, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

- Nú krøvini fyri, hvør kann vitja uttan at fara í sóttarhald, verða broytt, er hetta eitt gylt høvi at bjóða koppsettum dønum til Føroyar. Gestir úr Danmark umboða næstan helvtina av øllum okkara ferðafólkum, og eru tey einastu, ið kunnu vitja okkum í løtuni.

Átakið er gjørt í samráð við heilsumyndugleikar.

- Tað er av alstórum týdningin fyri okkum, at vit við hesum átakinum ikki seta heilsuna hjá føroyingum í vanda. Tí hava vit ráðført okkum við heilsumyndugleikar, ið hava tryggjað okkum, at tað er sera lítil sannlíkindi fyri, at koppsett smitta onnur, og at tað er ráðiligt at seta eitt slíkt átak í gongd, sigur Guðrið Højgaard.

Hóast fólk eru koppsett, sleppa tey kortini ikki undan at taka eina korona kanning við komu til landið, og skulu framvegis í sóttarhald inntil úrslitið av kanningini er tøkt. Tey, ið ikki eru koppsett, skulu framvegis í seks daga sóttarhald og kannast á sætta degi.

Átakið, ið Visit Faroe Islands hevur tikið stig til, er gjørt saman við Atlantic Airways, Smyril Line og Vága Floghavn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

12 Leygardagur 03. apríl 2021

Nú sleppa summi undan sóttarhaldi

Frá 1. apríl er ikki neyðugt hjá teimum, sum eru liðugt koppsett fyri koronu, at fara í heimauppihald í seks dagar eftir komu til landið

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið nakað frammi um, hvørt koppseting fyri koronu hevur við sær, at ein ikki kann bera smittu, men tað er prógvað, at ein koppsettur persónur framvegis kann bera koronusmittuna.

Tað hevur eisini verið tosað og kjakast um tað at býta fólk upp eftir, um ein er koppsettur ella ikki. Í Føroyum verður hetta nú meira og meira gjørt.

Síðani í fjør summar hevur eitt tilmælið um seks daga heimauppihald eftir komu til landið verið galdandi. Hetta fer úr gildi 1. apríl, fyri tey sum kunnu vátta, at tey eru liðugt koppsett. 

- Fyri at verða roknaður sum liðugt koppsettur skal ein persónur, umframt neyðugu prikini, eisini hava fingið seinasta prikið fyri minst átta døgum síðani.

Soleiðis skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari, har til ber at lesa tilmælini, sum hava verið galdandi frá 5. mars. Talan er um tilmæli landstýrins, ið fyri áleið einum mánaði síðani tók avgerð um mannagongdina, sum í dag er komin í gildi.

Síðani 5. mars eru tríggir koronutilburður staðfestur í Føroyum. Allir eru, eins og tað hevur verið síðani síðst í januar, staðfestir við kanning á flogvøllinum. Mannagongdin viðvíkjandi kanning við komu heldur fram í nakrar mánaðir afturat í øllum førum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

13 Leygardagur 03. apríl 2021

42 ára gamal trý ára fongsulrevsing fyri kynsliga misnýtslu

Dómur er sagdur í málinum um ein 42 ára gamlan mann. Hann skal inn at sita í trý ár, og skal eisini rinda teimum trimum dreingjunum, sum hann er dømdur fyri at misnýta kynsliga 65.000 krónur í endurgjaldi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Trý ára fongsulsrevsing, og skal rinda endurgjald upp á 65.000 krónur.

Dómur varð týsdagin sagdur í rættarmálinum, sum hevur verið fyri í Føroya rætti seinastu dagarnar, har ein maður skal hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir frá 2017 til desember 2019.

Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at enn hevur eingin av partunum tikið støðu til, um dómurin skal kærast fyri hægri rætt.

Maðurin situr í varðhaldi til støða er tikin til, um dómurin skal kærast, og har hevur hann sitið síðani desember 2019.

42 ára gamli maðurin er dømdur at rinda sakarmálskostnaðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

14 Leygardagur 03. apríl 2021

Mótmæltu dóminum í neyðtøkumálinum

Nakað av fólki møtti upp á Vaglinum langa fríggjadag tá skipað varð fyri mótmælistiltaki í tøgn. Lini dómurin í stóra neyðtøkumálinum var orsøkin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eini 150 fólk møttu upp til mótmælistiltak á Vaglinum um eitt tíðina langa fríggjadag fyri at mótmæla dómin í stóra neyðtøkumálinum, har ein 42 ára gamal maður í vikuni fekk ein trý ára dóm. Ein dómur, sum stigtakararnir meta vera ov linan.

Hetta var ein løta í tøgn í dýrdarveðrinum, og heitt var á fólk um at vera friðalig og virðilig sum á einari jarðarferð.

- Endamálið er at vísa samkenslu og virðing fyri øllum børnum í Føroyum sum hava og enn bera uppá eina drepandi tøgn um kynsligan ágang, siga stigtakararnir.

Sagt verður, at hetta er ein brellbiti til onnur mótmælistiltøk og mótmælisgongur sum verða eftir páskir.

Fólk, sum vóru á Vaglinum settu fløgg á Tinghúsvøllin, og tað legðist støðugt afturat.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2021

15 Leygardagur 03. apríl 2021

Heilsumálaráðið longt avtalurnar við Thetis og Smyril Line

Skulu halda fram at taka sær av koronukanningum av ferðandi - avtalurnar eru galdandi restina av árinum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farsóttarnevndin hevur álagt øllum at lata seg kanna við komu til Føroya fram til 30. juni 2021.

Ivasamt er, um hetta verður longt, men nú er í øllum førum greitt, at avtalurnar hjá Heilsumálráðnum við Spf. Thetis og Smyril Line eru longdar til gamlaárskvøld.

Fyritøkurnar hava tikið sær av koronukanningunum við markið í skjótt eitt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

16 Leygardagur 03. apríl 2021

Hava útsett nýggju ferðaætlanina í ein mánað

Strandferðslan fekk 86 hoyringssvar uppá uppskot til tillaging av ferðaætlan á fýra leiðum. Nú skulu broytingar og tillagingar gerast, og ætlanin er at byrja 30 apríl

- Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað skuldi verða 1. apríl, at nýggja ferðaætlanin á bussleiðunum 400, 440 og 450, umframt snarleiðini 401, skuldi koma í gildi. 

Nógv kjak hevur verið um hesar bussleiðirnar hjá Strandferðsluni - serliga leið 400 - síðanu Eysturoyartunnilin kom.

Fyrst vóru serliga tey í Sundalagnum ónøgd um millum annað túratal og samband, og eftir tillagingar vóru tað serliga klaksíkingar og eysturoyingar, sum vístu sína ónøgd. Ein høvuðsspurningur hevur verið: Hvussu nógv skal koyrast á "gomlu leiðina" millum Klaksvík og Tórshavn (leið 400). So er eisini spurningurin um, hvussu nógv skal koyrast ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og um hvussu sambandi skal vera millum nakrar leiðir.

Samanlagt fekk Strandferðslan 86 hoyringssvar uppá uppskot til tillaging av ferðaætlan á teimum nevndu fýra leiðunum. Freistin at senda inn svar var 17. mars, og síðani hevur Strandferðslan hugt uppá hetta og ásannað, at tað ikki bar til at fara í gongd eftir ætlaðu broytingunum 1. apríl: 

- Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini; men krevur hetta ávísar umsitingarligar, tøkniligar og fíggjarligar umskipanir umframt sáttmálaviðgerð, ið tekur tíð at samskipa og seta í verk

Hetta skrivar ssl.fo, har tað eisini verður víst á, at orsaka av stóru broytingunum, sum vístar er á í hoyringssvarum, so má meira peningur fáast til vega. Í hesum sambandi verður ein møguleiki nevndur, og tað er, at viðkomandi kommunur saman við landinum finna saman at lyfta byrðuna í felag. Umboð fyri Sunda kommunu og Eysturkommunu (borgarstjórarnir) hava verið alment frammi í samband við ferðaætlnina, og eisini umboð fyri millum annað Klaksvíkar kommunu. 

Um sjálva ferðaætlanina skrivar heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landsins soleiðis: 

- Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin úr Havn til Strendur og Runavík og aftur til Havnar. Fyri tey í norður- og eysturøkinum, ið hava brúk fyri bussi at koma til Havnar, verða nú fleiri møguleikar til taks, til dømis ein “langleið” 400, ein “snarleið” 401 og møguleikin at skifta millum leiðirnar 400, 440 og 450. Túratalið á leiðunum 400 og 401 kann yvir tíð tillagast í mun til vegakervið, brúksmynstur og tørvir, ið mugu taka atlit til kostnaðarstøðið og sáttmálar á økinum.

Sligið verður fast, at fyriliggjandi ferðaætlan til eina og hvørja tíð er ein støðumynd, sum krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og menningina av undirstøðukervinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2021

17 Leygardagur 03. apríl 2021

Ókeypis sálarfrøðihjálp til ung kann fara í gongd

Fíggjarmálaráðið og Føroyskir Sálarfrøðingar hava funnið semju

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú fer royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung í aldrinum 15 til 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi loksins at virka.

Eftir ætlan skuldi royndarskipanin fara í gongd longu 1. desember 2020, men hon strandaði tá í ósemju ímillum Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið um gjaldið.

Nú er semja ímillum partarnar í málinum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at skipanin nú kann setast í verk.

Hildið verður, at fleiri føroyingar í aldrinum 15 til 35 ár stríðast við angist og lætt til moderat tunglyndi, og at tað í nógvum førum merkir teirra gerandisdag. Landsstýrismaðurin hevur tí góðar vónir um, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð veruliga kann verða ein hjálp fyri hesi fólk.

Royndarskipanin um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð er galdandi til 31. oktober 2023, tilboðið fevnir um øll økir í landinum, og umfatar upp til 12 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Tað er kommunulæknin, sum ávísir til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, sum annaðhvørt kann vera einstaklingaviðgerð ella bólkaviðgerð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

18 Leygardagur 03. apríl 2021

Nú valdar friður í Sjálvstýri

Á aðalfundinum leygardagin samtykti flokkurin einmælt, hvussu ið farast skal fram komandi tíðina, nú flokkurin skal til at velja nýggjan formann – miðað verður fram ímóti at hetta arbeiði kann verða liðugt í seinasta lagi til heystar

Mynd: Sjálvstýri
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Tað besta sum er hent her í dag, er, at ein breið semja er komin upp í lag, og at tað nú valdar friður í Sjálvstýri. Nakað soleiðis segði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, í røðu sínari á aðal- og landsfundinum hjá Sjálvstýri, sum bleiv hildin á Hotel Runavík farna leygard.

Fleiri enn 60 fólk møttu til fundin, og helst var talan um metstóra luttøku, skrivar Sjálvstýri í tíðindaskrivi.

Nakað av rumblið hevur verið í Sjálvstýri farnu árini, men líkindi eru nú fyri, at flokkurin aftur hevur funnið felags stev.

Á aðalfundinum samtykti flokkurin einmælt, hvussu ið farast skal fram komandi tíðina, nú flokkurin skal til at velja nýggjan formann. Tvey uppskot vóru innkomin ið viðgjørdu hvussu farast skuldi fram, og semja bleiv gjørd um ein felags leist.

Hesin leisturin inniber, at nývalda landsnevndin fer undir at seta eina nevnd, ið bæði skal endurskoða lógirnar og bygnaðin í flokkinum, men eisini at finna eitt uppskot til nýggjan formann fyri flokkin. Miðað verður fram ímóti at hetta arbeiði kann verða liðugt so skjótt sum gjørligt, ella í seinasta lagi til heystar, skrivar flokkurin.

– Ongantíð verið meira brúk fyri flokkinum

Sambært Kára P. Højgaard, ið er virkandi floksformaður í Sjálvstýri, hevur ongantíð verið meira brúk fyri flokkinum á miðjuni í føroyskum politikki.

– Ongantíð meir enn nú er brúk Sjálvstýri á miðjuni í føroyskum politikki. Frá 2011 til 2015 var politiska róðrið lagt á stýriborð, tá høgra samgongan við Fólkaflokkinum sum primus motor tók við. Rumblið um fiskivinnupolitikkin slóðaði í 2015 fyri, at vinstravenda samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn tók yvir. Enn einaferð róðrið lagt í bakborð og enn størri øsing í samband við fiskivinnupolitikkin, har hægri tilfeingisgjald og uppboðssøla bleiv lyklaorðið.

- Valið 2019 aftur fult róður lagt á stýriborð og Fólkaflokkurin fær sín fiskivinnupolitiska vilja framdan, segði Kári P. Højgaard, sum eisini harmaðist um innanhýsis stríðið, sum hevur verið í flokkinum.

- Eitt sum ofta er kostnaðarmikið í atkvøðum fyri ein politiskan flokk er, um innanhýsis stríð valdar og hetta gerst alment. Vit eiga at læra av mistøkum, stinga hendur í egnan barm, rætta feilir og skeivleikar, og í felag lyfta tær uppgávur, sum liggja fyri framman, og greitt seta kós og framtíðar ætlanir. Hjartans ynski mítt er, at vit frá í dag seta eina striku í sandin, byrja av nýggjum og taka felags lógvatak landi, fólki og Sjálvstýri at gagni.

Ætla at stovna Sjálvstýrisfelag í Suðuroynni

Leygardagin var samstundis fyrstu ferð, at Kristin Michelsen var á aðal- og landsfundi sum tingmaður fyri Sjálvstýri.

Fleiri tóku eisini hendan møguleikan at bjóða honum vælkomnum í felagsskapin, og tað bleiv samstundis boðað frá, at flokkurin í løtuni arbeiðir við ætlanum um at seta Sjálvstýrisfelag á stovn í Suðuroynni.

Kristin Michelsen sjálvur nýtti høvið at takka fyri hjartaligu vælkomuna, og greiddi hann samstundis frá politiska arbeiðnum hjá Sjálvstýrinum í Løgtinginum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

19 Leygardagur 03. apríl 2021

Norðoya Sparikassi 15,5 milliónir í avlopi

Grundraksturin í 2020 var merktur av hægri inntøkum og lægri útreiðslum

Mynd: Norðoya Sparikassi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa áðrenn skatt í 2020 var eitt avlop upp á 15,5 milliónir krónur. Sparikassin er nøgdur við avlopið og at grundraksturin er styrktur.

Grundrakstur styrktur
Grundraksturin í 2020 var merktur av hægri inntøkum og lægri útreiðslum. Inntøkurnar øktust við 4,9 milliónum krónum, meðan útreiðslurnar lækkaðu við 6,2 milliónum. Útreiðslurnar í 2019 vóru ávirkaðar av stakútreiðslum í sambandi við sparikassans 100-ára hátíðarhald. 

Grundraksturin í 2020 hækkaði úr 8 milliónum krónum upp í 19 milliónir, sum er ein øking upp á 11 milliónir krónur.

Hóast árið 2020 varð merkt av covid-19, so hevur ávirkanin á sparikassans kundar higartil verið avmarkað. Sparikassin hevur ikki staðfest beinleiðis tap av covid-19, men hevur avsett 8 milliónir krónur í sambandi við langtíðarárin og møgulig komandi tap.

Økt virksemi
Útlánini øktust úr 1.947 milliónum krónum upp í 1.990 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 2,2 prosent. Innlánini øktust úr 2.403 milliónum upp í 2.469 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 2,8 prosent.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2020 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 25,2 upp í 28,5 milliónir krónur. Hetta er ein øking upp á 3,3 milliónir ella 13,1 proent.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2020 var lyklatalið fyri gjaldførið 277 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2020 var solvensurin 22,6 prosent sammett við 21,7 prosent árið fyri.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 15. apríl 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

20 Leygardagur 03. apríl 2021

Ben Arabo ikki longur nevndarformaður í BankNordik

Á aðalfundi í farnu viku varð nýggj nevnd vald – Sverre Bjarkeli og Jóhanna Lava Køtlum, sum bæði eru nývald, eru nú ávikavíst formaður og næstforkvinna í nevndini hjá BankNordik

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á aðalfundinum hjá BankNordik síðsta fríggjadag, varð nýggj nevnd skipað, og Sverre Bjarkeli hevur nú yvirtikið nevndarformannssessin frá Ben Arabo. Hesum boðaði BankNordik frá eftir aðalfundin í gjár.

John Henrik Holdm Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen tóku ikki við afturvali í gjár, meðan Ben Arabo og Jógvan Jespersen tóku við afturvali.

Nýggj aðalfundavald umboð í nevndini eru Sverre Bjarkeli, Michael Ahm, og Jóhanna Lava Køtlum. Alexandur Johansen, Kenneth Samuelsen og Rúna Hentze eru starvsfólkavald umboð í nevndini.

Nývalda nevndin í BankNordik hevur skipað seg soleiðis:

Sverre Bjerkeli, formaður
Jóhanna Lava Køtlum, næstforkvinna
Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021

21 Leygardagur 03. apríl 2021

Turið F. Arge heldur fram í bankanum kortini

Rakstrarstjórin í BankNordik hevur tikið uppsøgnina aftur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrst í februar mánaði varð boðað frá, at Turið F. Arge skuldi gevast sum rakstrarstjóri í BankNordik. Orsøkin var, at danska virksemið hjá BankNordik var selt, og av tí at hon hevur brúkt tað mesta av tíð síni í bankanum upp á danska partin av virkseminum hjá bankanum, helt hon at tíðin var búgvin til at leita sær eftir øðrum avbjóðingum.

Tað segði Turið F. Arge í samrøðu við Portalin.

Les eisini: - Tíðin búgvin til at leita eftir onkrum øðrum 

Eftir ætlan skuldi Turið F. Arge gevast 1. apríl, men í gjár boðaði bankin frá á heimasíðuni, at hon hevur játtað at halda fram í starvinum sum rakstrarstjóri og í samtaksleiðsluni.

- Eg eri sera fegin um, at Turið F. Arge hevur játtað at halda fram í BankNordik, og at hennara vitan og førleikar framhaldandi fara at koma samtakinum til gagns, sigur Árni Ellefsen, forstjóri við heimasíðuna.

Samtaksleiðslan í BankNordik er mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóra og Turið F. Arge, rakstrarstjóra.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

22 Leygardagur 03. apríl 2021

Eldur í HB-húsinum

Farna leygarkvøld hevði onkur sett eld á pappír og eina stóra vesirullu. Um ikki ein venjari kom, so kundi verið heilt galið

Havnar Bóltfelag sendir nú eina áheitan út til foreldur um at tosa við børn síni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki óvanligt, at óbodnar gestir hava verið í HB-húsinum, og mangan hevur verið illa farið um, men leygarkvøldið kundi verið heilt galið.

Hetta skrivar Havnar Bóltfelag á Facebook-síðu sínari.

- Um ikki vakin venjari kom, so er ikki vist at HB húsið stóð í dag. Í fleiri rúmum var eldur settur á papír og í einum rúmi kom venjari á eina av stóru wc rullunum, sum eldur var í. 

Í hesum sambandi sendir felagið eina áheitan á foreldur um at tosa við børn síni, og at greiða teimum frá um øðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum.

- Vit vita ikki, hvør tað er, men vit ynskja so innarliga, at øll eru góð við HB húsið og at øll hava møguleika at brúka húsið. Tí hava vit ikki havt tað stongt. Um ikki broyting kemur í, so føla vit okkum noydd til at stongja, og so hevur ongin vunnið nakað.

Hetta er undirskrivað av Pálli Mohr Joensen, formanni í HB, ið ynskir, at ein góð loysn verður funnin saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

23
Leygardagur 03. apríl 2021

Skrokkurin hjá Christian í Grótinum komin úr høllini

Skrokkurin væntast í Skagen í juli mánaða

Mynd: Karol Sielawa
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið Christian í Grótinum, sum felagið Pf. Christian í Grótinum í Klaksvík eigur, er komin úr høllini.

- Tað, sum nú er eftir at gera er at sandblása, metalisera og mála skrokkin, og so er klárt at sleipa hann til Danmarkar, har vit vænta at hann kemur í juli í ár, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og annar av skiparunum umborð á Christian í Grótinum.

Talan er um ein skrokk, sum er knappar 90 metrar langur, og millum 17 og 18 metrar breiður.

Skrokkurin er júst sama slag sum skrokkurin hjá nýggju Ruth, sum Gullak Madsen í Hirtshals letur byggja.

Upplýst verður, at enn heldur tíðarætlanin við arbeiðnum at byggja nýggja Christian í Grótinum, sum skal latast eigarunum í Klaksvík í januar í 2022.

Myndir: Karol Sielawa

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2021

24
Leygardagur 03. apríl 2021

Eldur í maskinrúminum á Baki

Partrolarin var staddur eystur úr Eystnesi. Teir umborð fingu sløkt eldin sjálvir og hildu fram til fiskiskap saman við Stelki

Neyðugt var millum annað at sløkkja motorin. Bakur er á veg til fiskiskap saman við Stelki (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið fekk MRCC støðin í Havn fráboðan frá Brimli um, at eldur var í maskinrúminum á Baki.

Skipið var á veg til fiskiskap saman við Stelki, og var stutt eystur úr Eystnesi, tá tað varð varnast, at okkurt var galið. 

Hetta upplýsir Vørn á heimasíðu sínari.

Heimasíðan jn.fo skrivar, at í fyrstu atløgu eydnaðist ikki at sløkkja eldin, at teir umborð skalkaðu maskinrúmið og sløktu motorin, og at Tjaldrið fór ímóti trolaranum.

Eina løtu seinni eydnaðist at sløkkja eldin, og klokkan 22.40 boðaði Bakur MRCC frá, at nú var gongd komin á aftur, og at hildið varð leiðina fram til fiskiskap. 

Partrolarnir Stelkur og Bakur hava heimstað í Runavík, har teir mánadagin landaðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

25
Leygardagur 03. apríl 2021

Hatta var tað hjá Magnusi

Í undanfarnu viku kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna. Bíðað verður nú eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat víðari skal henda við gamla havrannsóknarskipnum

Magnus Heinason við Vestaru bryggju (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin í undanfarnu viku kom Magnus Heinason inn av sínum seinasta túri fyri Havstovuna.

Í februar og mars samtrolaði hann við Jákup Sverra á yvirlitstrolingum á landgrunninum, og síðan gjørdi hann yvirlitstrolingar á Føroyabanka. Nú er hann liðugur við sína seinastu uppgávu og liggur í Vestmanna, meðan bíðað verður eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat víðari skal henda við honum, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Í hesi 40 árini, ið Magnus Heinason hevur verið rannsóknarskip, hevur hann savnað inn nógva vitan um tilfeingið og tað sum fyriferst undir vatnskorpuni í okkara havøki.

Manningin, sum øll árini hevur verið við Magnus Heinason, hevur støðast væl, og nú Jákup Sverri hevur tikið yvir, heldur manningin fram í teimum nýggju umstøðunum.

Tó, sum náttúrligt er, so fara fólk frá fyri aldur, tá tann tíðin kemur, og nú Magnus Heinason gavst, eru nakrir samstundis givnir fyri aldur.

Her er merkisvert, at Dánjal Jákup Lydersen, skipari á Magnusi Heinasyni, mynstraði við Magnus Heinason fyrsta túrinum í 1981, og hevur sostatt fylgt skipinum øll hesi 40 árini.

Hann segði seg úr starvi í vetur, men játtaði tó av vera skipari, nú Magnus Heinason skuldi samtrola við Jákup Sverra.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

26
Leygardagur 03. apríl 2021

Nýggjasta skipið í flotanum roynist væl

Hav Nordlandia hjá Navigare kom týsnáttina á Runavík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týsnáttina kom nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Hav Nordlandia, hjá Navigare, á Runavík. Skipið kom úr Íslandi og legði inn á Runavík at skifta fólk.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Samstundis fekk hann eitt prát við skiparan, Símun Jacobsen, sum loysti Jóhan Petur Olsen av.

- Eg haldi, skipið roynist avbera væl, hóast hetta bara er mín næsta útmynstring við Hav Nordlandiu. Tað ber seg væl í sjónum og er rímuliga væl Innrættað, lætt at arbeiða við og lastar nógv; ja, upp til 3700 tons alt eftir, hvussu nógva olju vit hava umborð, sigur Símun Jacobsen.

- Skipið fer at sigla mest í Norðureuropa og óivað nógv uppá Noreg. Hetta er fyrstu ferð, skipið er í Føroyum, hóast tað fór í vinnu um ársskiftið. Skipið kemur úr Íslandi og er ávegis til Noregs, sigur hann.

- Hav Nordlandia er frá 2005, er 89 metrar long og 13 metrar breið. Motorurin er 2200 hestar. Skipið er í góðum standi, og vit eru sjey mans við. Nú fara vit til Noregs, so til Danmarkar, Svøríkis og so aftur til Íslands.

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

27 Leygardagur 03. apríl 2021

Skúlin á Giljanesi 60 ár

Í ár eru 60 ár síðani Miðvágs-Sandavágs skúli, skúlin á Giljanesi varð bygdur

Mynd: Vága kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskifti fyllir fyrsti felagsskúlin í Føroyum 60 ár

Tað var annan páskadag, 3. apríl í 1961, at næmingar úr Miðvágs skúla og næmingar úr Sandavágs skúla gingu skrúðgongu inn á Giljanes, har nýggi felagsskúlin var bygdur.

Tað var á fundi í skúlanum í Sandavági á vári í 1955, har sóknarstýrini, skúlanevndirnar og lærarar í Miðvági og Sandavági samdust um, at fara undir at byggja ein felagsskúla á Giljanesi, skrivar Vága kommuna.

Á Giljanesi vóru 219 næmingar í yngru flokkunum, og 38 næmingar í framhaldsdeildini í tveimum flokkum. Børnini gingu í sama flokki úr báðum bygdunum.

Í dag ganga um 300 børn og ung á Giljanesi, og vóru tey samlað síðsta fríggjadag  til eitt føðingardagshald áðrenn tey fóru í páskafrí.

Nógv var á skránni, eitt nú myndatøka, tónleikur, dansur, spøl, umframt at borðreitt var við køkum og grillaðum pylsum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021

28 Leygardagur 03. apríl 2021

Annfinn Brekkstein: Nólsoyingar skulu hava eitt nýtt avloysaraskip

– Nú mugu myndugleikarnir lurta eftir nólsoyingum og geva teimum tað, sum átti at verið ein sjálvfylgja í 2021: eitt skip til Nólsoyarleiðina sum megnar bæði aldu og harðan streym

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskifti byrjaði avloysaraskipið Erla Kongsdóttir aftur í sigling á Nólsoyarleiðini. Skipið hevur annars ikki verið í sigling síðan 23. februar, eftir at fleiri rútar brotnaðu.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heldur, at ein betri loysn má finnast til Nólsoyarleiðina, tí Erla Kongsdóttir hevur prógvað, at hon ikki er egnað til at sigla á leiðini um veturin.

– Fólk eru stúrin og ørkymlað, og tí má ein loysn finnast, sum nólsoyingar kenna seg foreintar við. Loysnin er eitt ordiligt avloysaraskip, sum kann røkja leiðina til lýtar. Eitt skip, sum altíð kann brúkast, og har pláss er fyri fólki, bilum og vanligum farmi, sigur varaborgarstjórin í lesarabrævi, sum er lagt út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

Nógvu avlýsingarnar við Erlu Kongsdóttir vísa greitt, at skipið ikki er álítandi á Nólsoyarleiðini, sigur Annfinn Brekkstein. Hann heldur reglusemi vera tað minsta kravið, sum mann eigur at kunna seta til hesa farleiðina.

Farleiðin er sjálv lívæðrin hjá nólsoyingum, og fyri bygdina er hetta ein øgiliga harður smeitur, sigur hann.

– Tað hevur verið tosað nógv um útoyggjamenning. Seinastu árini hevur tað gingið skjótt niður á bakka í øllum teimum smærru oyggjunum uttan tí einu – Nólsoy! Tað legst aftrat við fólki í oynni, og tað er ein sólskinssøga fyri eina oyggj uttan fast samband. Tað er eingin ivi um, at gott og støðugt samband er tað, sum veruliga munar. Nólsoyingar hava brúk fyri reglusemi, og teir hava brúk fyri at koma aftur og fram í einum skipi, sum ber seg væl í øllum veðri.

Tórshavnar kommuna vil hava hvønn einstakan av teimum 234 nólsoyingunum, sum búgva í oynni at trívast har, og ynskir kommunan, at allir borgarar hava somu atgongd til tænasturnar hjá kommununi, men tað hava teir ikki, so leingi Erla Kongsdóttir røkir leiðina um Nólsoyarfjørð, sigur Annfinn Brekkstein.

Varaborgarstjórin vísir eisini á, at hóast ein fyribils kanning er komin um skaðarnar á Erlu Kongsdóttir, er endaliga frágreiðingin ikki komin enn, og eru nólsoyingar tí stúrnir um at fara við skipinum, sum støðan er.

– Eg skilji væl, at skelkir standast av tilburðunum, sum hava verið. Og eg skilji eisini væl, at øll ikki eru álvulig við at fara umborð á Erlu Kongsdóttir eftir tað, sum longu er hent í tveimum førum. 

– Nú mugu myndugleikarnir lurta eftir nólsoyingum og geva teimum tað, sum átti at verið ein sjálvfylgja í 2021: eitt skip til Nólsoyarleiðina sum megnar bæði aldu og harðan streym, sigur Annfinn Brekkstein at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

29 Leygardagur 03. apríl 2021

Settu nýggja reyðbók niður á Vaglinum

Gamla træið var deytt og tikið niður í undanfarnu viku. Týsdagin var nýtt træ sett niður sama stað

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri tveimum vikum síðani varð gamla reyðbókin á Vaglinum tikin niður. Træið var deytt, men nú er nýggj reyðbók sett upp.

Nýggja reyðbókin – Fagus sylvetica Atropunicia - er umleið 4-5 metrar høg við rót. Hon er bíløgd frá plantuskúla við serkunnleika í stórum trøum og øðrum trævøkstri.

Rótin sjálv er umleið 80 cm breið og 50 cm høg. Diameturin er 20-25 cm. Røturnar frá trænum fara so líðandi at røkka væl longri. Vanliga verður sagt, at líka so langt krúnan stendur, líka so langt røkka røturnar.

Henda reyðbókin hevur brún bløð á frá í fjør, sum detta av, tá ið nýggju bløðini koma seinni í vár.

Tað eru nøkur ár síðani, at gamla reyðbókin so líðandi fór at missa øll bløðini. Nøkur átøk vórðu gjørd fyri at bjarga trænum. Eitt nú varð gróður tikin upp, mold skift út og roynt var at fáa meira luft til røturnar. Men træið kom ikki fyri seg aftur.

Trø eru livandi og skulu hava luft og vatn og gott pláss til røturnar. Rótklumpurin á gamla trænum var 80 cm frá róthálsinum og upp til yvirflatuna. Og tey kønu fólkini í trævøkstri siga, at hetta hevur ikki givið trænum tær bestu liviumstøðurnar.

Ein reyðbók kann blíva elligomul. Í natúrligum umhvørvi, í skógi og náttúru, kann hon blíva 300 ára gomul.

Tað er Hjálpirót sum hevur staðið fyri arbeiðinum at seta reyðbókina á Vaglinum niður.

[object Object]Reyðbókin avmyndað fyri nøkrum árum síðani


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

30 Leygardagur 03. apríl 2021

Klárt at fara undir at byggja Heimið til børn og ung við autismu

– Eg eri sera glað um, at Løgtingið einmælt hevur tikið undir við, at vit nú kunnu fara undir byggingina av heiminum til børn og ung við autismu, sigur landsstýriskvinnan við almannamálum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti farna hósdag einmælt, at landsstýriskvinnan við almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, kann fara undir at byggja heimið til børn og ung við autismu, sum skal byggjast í Kvíggjartúni á Argjum.

– Eg eri sera glað um, at løgtingið einmælt hevur tikið undir við, at vit nú kunnu fara undir byggingina av heiminum til børn og ung við autismu. Hetta er fyrstu ferð, bygt verður til børn og ung við autismu, so tað verður sera spennandi at síggja úrslitið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Arbeiðið varð upprunaliga boðið út í desember 2019, men av tí at prísurin var nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan av at havna lisitatiónini. Arbeitt hevur verið við sparingum, sum ikki ganga út yvir funktiónirnar og virksemið í heiminum. Arbeiðið varð boðið út av nýggjum í desember 2020 í sjey arbeiðstøkum. Tá tilboðini vórðu latin upp, vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin.

Nú broytingaruppskotið er samtykt, er klárt at gera endaligu avtalurnar við arbeiðstakararnar, og farast kann undir byggingina í næstum.

Heimið fer, eins og upprunaliga ætlað, at hava seks búpláss, seks umlætingarpláss og eitt virknistilboð til 16 børn og ung. Samanlagt kostar tað 39 milliónir krónur at byggja heimið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

31 Leygardagur 03. apríl 2021

Yvirtaka pakkhúsið hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk í heyst, og tí er ætlanin, at Faroe Ship, sum hevur leigað pakkhúsið síðan 1990, byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðani Tórshavnar havn lat pakkhúsið á Eystaru bryggju byggja í 1990, hevur tað verið leigað av Faroe Ship. Faroe Ship eigur eisini ein part av pakkhúsinum, sum teir hava umbygt til frystigoymslu.

Upp gjøgnum árini, hevur Faroe Ship gjørt stórar íløgur í pakkhúsið, fyri at tað skuldi lúka krøvini til effektivan flutningshátt.

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og tí er ætlanin, at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni.

Áðrenn Faroe Ship byggir nýtt pakkhús, má greiða fáast á viðurskiftunum í verandi pakkhúsi, skrivar Tórshavnar kommuna. Aftan á samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samdir um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar 4,9 milliónir krónur.

Tilmælið frá havnameistaranum var at rinda hesa upphædd, og upphæddin fellur til gjaldingar, tá Faroe Ship eru fluttir í nýggja pakkhúsið á Skansabryggjuni.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum undanfarna hóskvøld.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

32 Leygardagur 03. apríl 2021

Tvøroyrar kommuna heiðraði 13 starvsfólk fyri trúgva tænastu

Síðsta fríggjadag var hátíðarløta í býráðssalinum á Tvøroyri, har borgarstjórin takkaði teimum fyri trúgva tænastu – øll hava tey tænt í meira enn 15 ár

Mynd: Tvøroyrar kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin varð hátíðarløta hildin fyri 13 starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu, sum vórðu heiðrað fyri at hava tænt starv í meira enn 15 ár.

Á samkomuni í býráðssalinum luttók Kristin Michelsen, borgarstjóri. Hann takkaði teimum øllum fyri trúgva tænastu og handaði teimum gávukort og dygdar konfekt fremleitt av lokalum veitara, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna.

Átta av starvsfólkunum hava tænt í 15 ár, trý í 20 ár, og hini bæði í ávikavíst 30 og 35 ár.

Hesi vórðu heiðrað:

  • Anita Farstad, 15 ár sum vaskifólk
  • Beinta Nielsen, 15 ár í barnaansingini
  • Helena Hammer, 15 ár í barnatannrøktini
  • Kari Petersen, 15 ár í barnaansingini
  • Kim Thomasen, 15 ár sum hallarvørður
  • Lasse Jensen, 15 ár í umsitingini
  • Majken Josveinsdóttir, 15 ár í barnaansingini
  • Nicolina Puntabyrgi, 15 ár í barnaansingini
  • Chris Jan Michelsen, 20 ár í teknisku deild
  • Jonhild Johannesen, 20 ár í barnaansingini
  • Rutt Jensen, 20 ár sum barnatannlækni
  • Gitte Jacobsen, 30 ár í barnaasingini
  • John Hammer, 35 ár í tilbúgvingini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

33 Leygardagur 03. apríl 2021

Norðlýsið sum gistingarskip

Closed for Maintainance-luttakararnir, ið skulu arbeiða í Nólsoy, skulu búgva umborð á nýumvældu skonnartini

Norðlýsið í Nólsoy (Mynd: Frank D. Jakobsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í samstarv við Visit Nólsoy fer Norðlýsið at virka sum innivist fyri teimum, íð skulu arbeiða í Nólsoy í sambandi við tiltakið Closed for Maintainance.

- Vit vilja fegin gerða okkara í sambandi við hettar frálíka tiltakið og tí settu vit okkum í samband við Visit Faroe Islands um at fáa ein leiklut, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni tn24.fo.

Norðlýsið fer út við luttakarum hóskvøldið 22. apríl og kemur aftur til Havnar við teimum leygardagin 24. apríl.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

34 Leygardagur 03. apríl 2021

Stór føroysk nøvn í Løkshøll á Mentanarvikuni

Tað byrjar við Jasmin og Joe & The Shitboys. Síðani verður Musikkstevnan, og í døgunum eftir tað: Eivør og Kári P

Eivør Pálsdóttir verður høvuðsnavnið í Løkshøll leygarkvøldið 1. mai (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar flaggdagin og heldur á eina viku við eini ørgrynnu av tiltøkum, har tónleikur fyllur nógv, við konsertum og framførslum kring alla kommununa.

Tey størru konserttiltøkini verða savnað í Løkshøll, og byrjað verður við einari dupultkonsert hóskvøldið 29. apríl, har Jasmin Joe & The Shitboys fara at syngja og spæla. 

Dagin eftir, fríggjadagin 30. apríl, verður árliga Musikkstevnan - ein konsert við teimum 8 horn- og harmoniorkestrunum kring landið. Leygardagin verður høvuðsnavnið føroyskt í mun til danskt, sum tað hevur verið seinastu árini

- Í eini roynd at hava eitt høvuðsnavn, hava vit undanfarin ár kunna bjóða konsertir við Bubbi Morthens (2018) og TV·2 (2019), og í ár hava vit leitað innan egin landamørk, og hava funnið nakað av tí besta, vit eiga til leygadagin 1. mai. Við sínum serstaka og ektaða stíli hevur Eivør staðið á palli kring allan heim og bergtikið fjøld oman á fjøld, og er í løtuni fløguaktuell við útgávuni Segl. Nakrar konsertir vóru í Norðurlandahúsinum, har ummælari skrivaði:

"Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving"

Soleiðis skrivar Løkshøll og Runavíkar kommuna. Eivør hevur eina konsertferð fyri framman við omanfyri 30 framførslum, men áðrenn tað ber til at upplivað Eivør á palli í Løkshøll við sterkum bólki, mannaður av Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Sunnudagin 2. mai verður møguleiki at uppliva troubadurin Kára P,  saman við bólki

- Sum yrkjari, sangsskrivari, týðari og sangari hevur Kári P verið millum okkara fremstu til at lýsa samtíðina, samstundis sum útgávur hansara hava ein tíðarleysan dám. Kári P er eisini útgávuaktuellur, tí hóast nógv vatn er runnið í ánni síðan Vælferðarvísur kom út í 1978, kom LP-plátan á marknaðin t. 5. mars 2021. Á plátuni luttaka, umframt áleið 40 aðrir tónleikarar og sangarar, Finnur Hansen flygil og Edvard Nyholm Debess bass, og á Mentanarvikuni hoyra vit teir sum trio.

Boðað verður frá, at fyribils er talið av atgongumerkjum avmarkað sambært almennu tilmælunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

35 Leygardagur 03. apríl 2021

Havnar Bio fingið nýggjar eigarar

Annar av eigarunum er borgarstjórin í Sunda kommunu

Mourits Clementsen (Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mourits Clementsen og Jógvan Kruse hava keypt Havnar Bio, einasta biograf í Havn, frá Jákup Eli Jacobsen, sum hevur staðið fyri Havnar Bio í skjótt 28 ár

Tað er bloggurin hjá Birgiri Kruse, Birkblokk, sum visti hesi tíðindini at siga.

Mourits Clementsen og Jógvan Kruse hava seinastu fýra árini rikið fyritøkuna terminal.fo, sum leigar kortterminalar út. Teir síggja fyrimunir í keypinum, sigur Mourits Clementsen í samrøðu við Birkblog.

- Eitt tað fyrsta er at stytta um bíðirøðirnar í kioskini, og so fara vit at royna at finna nýggjar møguleikar fyri bæði barnabio og eldrabio, sigur Mourits, sum eisini er spentur at halda fram við tí góða samstarvi, sum biografurin í mong ár hevur havt við Filmsfelagið. 

Hin nýggi eigarin, Jógvan Kruse, er í løtuni borgarstjóri í Sunda kommuni.

Havnar Bio varð bygt í 1963 og er helst einasti bygningur í Føroyum, ið er gjørdur til endamálið.

[object Object]
Jógvan Kruse, tók við borgarstjórastarvinum í Sunda kommunu á nýggjárinum (Savnsmynd)

[object Object]
Mourits Clementsen uttan fyri Havnar Bio (Mynd: Birgir Kruse)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

36 Leygardagur 03. apríl 2021

50 lærlingar fingu prógv á Glasi

Próvhandan var á Glasi farna fríggjadag. 50 lærlingar hava staðið sveinaroynd innan el, háfríðkan, maskinsmíð, rørsmíð, plátu- og konstruktiónssmíð og húsamíð

(Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin 26. mars var stór hátíðarløta á Glasi, tá 50 lærlingar fingu handað prógv. Teir 50 lærlingarnir hava staðið sveinaroynd innan yrkini: El, hárfríðkan, maskinsmíð, rørsmíð, plátu- og konstruktiónssmíð og húsasmíð.

[object Object]

Elektrikarar 
frá vinstru: Ivan Ásbjørn Johannesen, LM Electric, Jónsvein Bærentsen, El Net, Oddur Norðberg, LM Electric, Pauli Sømark, LM Electric og Torbjørn Reinert Simonsen, Elektrikarin.

[object Object]

Hárfríðkarar
frá vinstru:Emilia Marnadóttir Zachariassen, Vera Klipt, Eyðhild S. Holm, Salong Júniik, Maria Sørensen, Salong Una, Rebekka Ósá Petersen, Køtlum Hárfríðkan, Rósa Erlingsdóttir Petersen, Euphoria Salong og  Sóley Witt Falkvard, Salong Annika.

[object Object]

Maskinsmiðir
aftast frá vinstru: Agnar Hammer, Bærendsen Teknik, Bjarni Falkvard Joensen, J. K. Joensen og Sonur, Evald Vang, NomaTek, Fríði Weihe Frímundsson, MEST og Hávar Joensen, Bærendsen Teknik. 

fremst frá vinstru: Jørmann Niclasen, Vestmek, Kenneth Thomassen, Vestmek, Pauli Egilsson, MEST, Ragnar Fróði Borðoy, MEST, Torkil E. Ternustein, MEST og Uni Vitalis, MEST.

[object Object]

Rørsmiðir og Plátu- og Konstruktiónssmiðir
frá vinstru Bergur Hammer, Vatn og Hiti, Hergeir Kjærbo, Blikksmiðjan, Jákup Fríði Jákupsson, Símun Muller, Rock Trawldoors, Tórur Ryggshamar Nysted, Rock Trawldoors. Teir báðir seinast nevndu eru útlærdir Plátu- og konstruktiónssmiðir.

[object Object]

Húsasmiðir 1
aftast frá visntru: Allan Jónsson Jacobsen, SH-Bygg, Dennis Christensen, Bulur og Hans Kristjan R. Sjúrðarson, Húsavarðatænastan.

fremst frá vinstru: Høgni Weihe, Jóan Petur Vang, Jaturong Suma, Timbur-Snikkaratænastan, Jens Guttesen, Eysturlon og Ragnar Gaard, JEP Smið.

[object Object]

Húsasmiðir 2
aftast frá vinstru: Allan Bjarnason, Støðla, Atli Lamhauge Hammer, Bulur, Dánjal Petur Jensen, Fabrikk og Djóni Poulsen, Búsetur.

í miðjuni frá vinstru: Eyðfinn Joensen, SH-Bygg, Eyðun Joensen, Valaverk, Høgni Joensen, Articon og Jóhan Hansen, Búsetur.

fremst frá vinstru: Johan L. Poulsen, Timbur-Snikkaratænastan, Kári Hvannastein, ÁTS, Mikkjal J. Johannesen, Argja Smíð og Niels Kristian Nielsen, M. B. Overgaard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

37 Leygardagur 03. apríl 2021

Nú hitar jarðhiti Ráðhúsið í Havn

Sambært Tórshavnar kommunu er metta elnýtslan við jarðhitanum 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-75 prosentum – jarðhitin á ráðhúsinum varð tendraður mikudagin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fær eina frágreiðing um, hvussu skipanin virkar (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikumorgunin tendraðu umboð fyri Mariu Poulsen fyri jarðhitanum á ráðhúsinum í Havn, og nú hitar ein jarðhitapumpa allan tann stóra bygningin og brúksvatnið.

Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er metta elnýtslan við jarðhitanum 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50-75 prosentum.

Tað eru bara nakrir dagar síðan, at Spf. Bora vóru lidnir at bora tey trý 300 metra djúpu holini uttanfyri Ráðhúsið, og longu nú koyrir skipanin.

Elorka drívur hitapumpuna, sum framleiðir hita til hitaskipanina í bygninginum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina, skrivar Tórshavnar kommuna.

Jarðhitin á ráðhúsinum er partur av einum orkuátaki hjá kommununi, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.

Maria Poulsen hevur staðið fyri arbeiðnum. Felagið er tað elsta av sínum slagi í landinum, upprunaligi stovnarin byrjaði virksemið longu í 1848. Í dag umboðar felagið m.a. hitaskipanir frá CTC.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

38 Leygardagur 03. apríl 2021

Bjørn Kunoy er ein fongur fyri Fróðskaparsetrið og Føroyar

Børn Kunoy tekur nú við partíðarstarvi á Fróðskaparsetrinum sum professari á Søgu- og Samfelagsdeildini

Bjørn Kunoy fekk handað blómur og skjal eftir professarafyrilesturin í Kongshøll, her saman við Hans Andriassi Sølvará, dekani á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

[object Object]Bjørn Kunoy heldur professarafyrilestur í Kongshøll. (Mynd Jan Müller)

- Hann fer saman við øðrum góðum fólki á Søgu og Samfelagsdeildini at menna løgfrøðina sum undirvísingar- og granskingarøkið á Fróðskaparsetrinum, segði Hans Andrias Sølvará,  dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum, tá hann mikudagin beyð vælkomin til professarafyrilesturin hjá Bjørn Kunoy, sum hann helt í Kongshøll  í Havn. Hann skuldi verið hildin fyri tíð síðani, men er vorðin útsettur til nú vegna korona.

[object Object]Mong vóru komin at líða á áhugaverda fyrilesturin. (Mynd: Jan Müller)

Fitt av fólki høvdu leitað sær í sera hugnaligu og hugtakandi samkomuhølini hjá Setrinum at hoyra fyrilesturijn hjá Bjørn Kunoy við heitinum: "Løgdømi hjá altjóða dómstólum og gerðarrættum í fiskivinnutrætum og marknaumskarandi kolvetnisfundum: Ein útgreining av galdandi rættarstøðu".

Í forkunning síni vísti Hans Andrias Sølvará á, at Bjørn varð longu 1. oktober 2019 tilnevndur professari í altjóða lóg og adjungeraður professari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

[object Object]Nógvar og góðar vóru fagnaðarheilsaninar (Mynd: Jan Müller)

Frá 1. apríl 2021 er Bjørn settur í parttíðarstarv sum professari í altjóða lóg á Søgu- og Samfelagsdeildini.

- Bjørn er ein fongur fyri Fróðskaparsetrið, serliga fyri løgfrøðina á Søgu og Samfelagsdeildini. Hann fer saman við øðrum góðum fólki á Søgu og Samfelagsdeildini at menna løgfrøðina sum undirvísingar- og granskingarøkið á Fróðskaparsetrinum. Professarafyrilesturin er sostatt seinkaður orsakað av korona, vísti Hans Andrias á.

[object Object]Handan á hátíðarhaldinum í Kongshøll (Mynd: Jan Müller)

Bjørn løgfrøðiliga masterútbúgving í París
Bjørn tók sína løgfrøðiligu masterútbúgving á Paris Nanterre universitetinum í 2004. Hann fór undir doktararitgerð, sum hann vardi sama stað í 2013.

Ritgerðin var undir leiðslu av franska Alain Pellet, sum er ein leiðandi løgfrøðingur í altjóðarætti í heiminum. Metingarnevndin var eisini samansett av leiðandi altjóða løgfrøðingum, so sum James Crawford, nú dómari við Altjóða dómstólin í Haag, og Jean-Pierre Cot, nú dómari við altjóða havrættardómstólin í Hamburg.

[object Object]Bjørn og konan Bjørk Maria (Mynd: Jan Müller)

[object Object]Børnini Norðan og Orka (Mynd: Jan Müller)

Bjørn er ein viðurkendur granskari í altjóðarætti, sum javnan luttekur á altjóða ráðstevnum, og hann hevur útgivið tíggjundatals av vísindaligum greinum í leiðandi altjóðarættar- og ES-rættar tíðarritum, útgivin av m.a. Oxford University Press og Cambridge University Press.

Bjørn hevur eisini sjálvur granskað í University of Cambridge eitt tíðarskeið, har hann varð tilknýttur sum “Visiting Fellow” at Lauterpacht Centre of International Law.

[object Object]Bjørn og faðirin Páll (Mynd: Jan Müller)

Í metingarnevndini, sum mælti til at útnevna Bjørn til professara, sótu løgfrøðingar sum áðurnevndu Alain Pellet, James Crawford og Mathias Forteau, professari við Paris-Nanterre universitetið.

[object Object]Mong kend andlit í Kongshøll til fyrilestur og hátíðarløtu mikudagin (Mynd: Jan Müller)

Bjørn undirvísir í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum, og fer hann í hesum yrki uttan iva at styrkja um arbeiðið, ið er farið av bakkastokki við at bjóða siðbundnu útbúgvingina í løgfrøði á Setrinum, og vónandi fer hann eisini at seta Fróðskaparsetrið á landakortið sum eitt stað, har altjóðarættur og havrættur kunnu nemast á hægsta stigi, segði Hans Andrias Sølvará, áðrenn Bjørn tók orðið og greiddi frá spennandi evnum sum galdandi rættarstøðu í sambandi við fiskivinnutrætur og marknaumskarandi kolvetnisfund. Nakað oljuportalurin fer at tríva í í seinni greinum.

[object Object]

Ein ikki sørt fegin og eyðmjúkur føroyskur professari við Fróðskaparsetur Føroya - enn eitt týðandi stig á leiðini gjøgnum útbúgvingar- og granskingarverkið at gera Føroyar meira sjálvbjargnar og fáa Føroyar á heimskortið (Mynd: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

39 Leygardagur 03. apríl 2021

Føroyski "marsmaðurin" í Kongshøll

Granskarin, David Arge Klevand Pedersen frá DTU Space, fer at halda almennan fyrilestur í Kongshøll um sítt slóðbrótandi arbeiði við rúmdartøkni

David Arge Klevang Pedersen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðani NASA setti Perseverance Rover á Mars. Og nú kemur hann á Fróðskaparsetrið at halda fyrilestur.

Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni 7. apríl klokkan 16 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Vegna koronuleiðreglurnar er neyðugt at melda seg til tiltakið. Tað kann gerast her.

David Arge Klevang Pedersen fer hendan dagin at halda fyrilestur um sítt slóðbrótandi arbeiði undir heitinum, "PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars".

Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.

[object Object]

Myndatólið er eitt lyklatól á akfarinum hjá NASA, Perseverance Rover, sum nú leitar eftir lívi, sum kanska var, á reyðu gongustjørnini.

David Arge Klevang Pedersen tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, "High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets", og hann hevur eisini arbeitt saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið Juno, sum varð sent til Jupiter.

Fyrilesturin hjá Davidi verður hildin á enskum, men spurningar og svar eru á føroyskum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021

40 Leygardagur 03. apríl 2021

Árni Johan Petersen vart ph.d. á CBS

Ritgerðin hjá Árna Johan Petersen lýsir hvussu dreymurin um tað stóra oljuævintýrið í Føroyum fekk ítøkiligar ávirkanir í samfelagnum, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri, at tað fór at blíva til annað enn ynskidreym

Mynd: Setrið
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin 25, mars vardi Árni Johan Petersen, adjunktur í virkisbúskapi á Søgu- og samfelagsdeildini, ph.d.-ritgerð sína við CBS. Verjan fór fram umvegis netið.

Ritgerðin lýsir á sera forvitnisligan hátt, hvussu dreymurin um tað stóra oljuævintýrið í Føroyum fekk ítøkiligar ávirkanir í samfelagnum, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri, at tað fór at blíva til annað enn ynskidreym.

Vegleiðarar vóru Dan Kärreman og Dennis Schoeneborn, báðir professarar á CBS.

Andmælingar vóru Mikkel Flyverbom, professari á CBS, Yiannis Gabriel, professari á Lunds Universitet, og Jane Lé, professari á Otto Beisheim School of Management.

Ritgerðin ber heitið "Collective Imaginary as (Residual) Fantasy", og fer hon at vera tøk her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

41 Leygardagur 03. apríl 2021

Ingi Heinesen Højsted vart ph.d. við DPU

24. mars vardi Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á námsvísindadeildini á Setrinum, ph.d.-ritgerð í støddfrøði – evnið var møguleikar og vansar við dynamiskum geometriforritum í undirvísing í støddfrøði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin 24. mars vardi Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, ph.d.-ritgerð í støddfrøði. Verjan fór fram umvegis netið.

Ritgerðin snýr seg um møguleikar og vansar við dynamiskum geometri-forritum í undirvísing í støddfrøði. Hetta hevur hann kannað í sambandi við at stimbra førleikamenning hjá næmingum, tá tað ræður um skilvísa hugsan, argumentatión og próvførslu.

Ingi Heinesen Højsted hevur verið innskrivaður á DPU við Uffe Jankvist, professara, sum høvuðsvegleiðara. Hjávegleiðarar hava verið Charlotte Krog Skott, dosentur á Københavns Professionshøjskole, og Morten Misfeldt, professari á Institut for Naturfagenes Didaktik Københavns Universitet.

Í metingarnevndini vóru:
Jana Trgalova, lektari á Ecole Supérieure du Professorat et de l’Education, Claude Bernard University Lyon
Anna Baccaglini-Frank, lektari á Department of Mathematics, University of Pisa
Morten Blomhøj, professari og leiðari á Nationalt Center for Udvikling af Matematikundervisning , Aarhus Universitet, formaður

Um ritgerðina
Ritgerðin eitur, "Toward marvels in dynamic geometry teaching and learning: Developing guidelines for the design of didactic sequences that exploit potentials of dynamic geometry to foster students’ development of mathematical reasoning competency".

Í ritgerðini verður dentur lagdur á fýra møguleikar við dynamiskum geometriforritum (so sum GeoGebra), sum ikki eru, tá blýantur og pappír eru amboðini:
1. Draging - hetta er møguleikin at draga í og broyta geometrisk skap, meðan ávísir eginleikar varðveitast.
2. Afturboðan - at forritið mótmælir, tá okkurt verður gjørt, sum ikki samsvarar við geometriskt ástøði.
3. Máting - hetta er møguleikin at máta skap og broyta tey, meðan mátingarnar alt fyri eitt verða dagførdar.
4. Slóða - at síggja slóðina, ið geometrisk skap gera, tá tey verða drigin.

Ingi Heinesen Højsted vísir á ein vansa, sum kann vera. Hetta er, tá dynamisk geometri-forrit kunnu gerast ein myndugleiki, og at næmingar hava trupult við at skilja týdningin av at skula prógva teir geometrisku samanhangirnar, sum tey hava upplivað við forritinum.

Ph.d. ritgerðin lýsir, við støði í einari spurnakanning, hvussu og um møguleikarnir við dynamiskum geometri-forritum verða nýttir í fólkaskúlanum í Danmark nú.

Víst verður á, at forritini verða nógv brúkt, serliga GeoGebra, men at teir nýggju møguleikarnir verða lítið brúktir. Tað eru tær somu uppgávurnar, sum fyrr vórðu loystar við blýanti og pappíri, sum nú verða loystar í GeoGebra.

Leiðreglur vórðu mentar, ið lýsa, hvussu undirvísing kann skipast, soleiðis at møguleikarnir, ið dynamisk geometri-forrit hava, verða gagnnýttir, og bilbukt kann fáast við vansarnar. Hesar leiðureglur vórðu fyrst mentar ástøðiliga, og síðani við støði í dáta, ið var savnað inn í ymiskum donskum fólkaskúlum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

42 Leygardagur 03. apríl 2021

9.562 harur skotnar í 2020

Níggjunda frágreiðingin um haruveiðu í Føroyum eftir Eyðfinn Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, er nú komin – kanningin byggir á tøl frá 1.044 harutúrum

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært nýggju frágreiðingini um haruveiðu í Føroyum eftir Eyðfinn Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, vórðu 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í fjør.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.

Teir raskastu at skjóta haru í 2020 vóru teir, sum skutu í "Dalhaga - Eystariparti" í Vestmanna, har fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum, skrivar Fróðskaparsetrið.

Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, har teir fingu 180 harur á 10 túrum.

Á triðja plássi vóru teir í haganum "Botnar" í Funningi. Har taldi veiðan 175 harur á átta túrum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

43 Leygardagur 03. apríl 2021

Ung í Norðurlondum velja enskt framum

Enskt er fyrsta val, tá ung skulu samskifta. Ung í Føroyum og Noregi eru tey, ið siga seg hava lættast við at skilja skandinaviskt

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Málsliga landslagið í Norðurlondum sær øðrvísi út í dag enn fyri 70 árum síðani, tá norðurlendska samstarvið formliga byrjaði. Tey ungu í dag vaksa upp í einum globaliseraðum heimi, har enska málið er allastaðni, og norðurlendsku málini tí tykjast meira fjar.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur gjørt til tess at lýsa støðuna hjá norrøna málfelagsskapinum millum ung fólk í dag.

Í Norðurlondum hava vit leingi hildið, at mál og mentan bindir okkum saman. Norðurlond hava søguliga sæð verið knýtt saman bæði mentanarliga, málsliga og politiskt.

Ráðharraráðið hevur spurt 2.000 ungar norðbúgvar í aldrinum 16 til 25 ár um teirra áskoðan á mál og mentan, og hvussu væl tey halda, at tey skilja tey skandinavisku málini.

Andrea Skjold Frøshaug og Truls Stende hava skrivað frágreiðingina, ið varð kunngjørd í farnu viku. Hetta fór fram á netinum – á enskum.

Ikki so lætt at skilja danskt, norskt og svenskt
Sambært Truls Stende eru niðurstøðurnar í frágreiðingini ikki óvæntað, hóast tey vísa at tað eru nógv ung, ið halda tað vera trupult at skilja skandinavisku málini.

- Tað eru stórir munir á londunum, tá vit hyggja eftir, hvussu nógv ung, ið halda, at tey hava lætt við at skilja grannamálini. Og í fleiri londum er ein stórur partur, sum eru ósamd í, at tað er lætt at skilja danskt, norskt og svenskt, sigur Truls Stende við heimasíðuna hjá ráðharraráðnum, norden.org.

Nøkur av úrslitunum frá kanningini:

  • Í øllum Norðurlondum halda 62 prosent av teimum ungu, at norskt og svenskt er lætt at skiljs.
  • Einans 26 prosent halda, at danskt er lætta at skilja.
  • Størsta talið av teimum, ið halda at skandinavisku málini eru løtt at skilja, eru í Føroyum og í Noregi.
  • Serliga í Finnlandi, Grønlandi og Íslandi eru tað lutfalsliga nógv, sum eru ósamd í at tað er lætt at skilja eitt ella fleiri av teimum skandinavisku málunum.
  • Næstan øll ung í Norðurlondum (95 prosent) halda, at enskt er lætt at skilja. Í høvuðsheitum er enska ávirkanin sterk. Heili 65 prosent svara, at tey ofta hava tað lættari við at orða seg á enskum enn á teirra egna móðurmáli, og 62 prosent svara, at enskt hevur stóra ávirkan á teirra egna mál.
  • Samstundis eru tveir triðingar sammdir í, at tað er ein týðandi partur av norðurlendska felagsskapinum at skilja skandinavisku málini.

Duga enskt betri enn teirra egna móðurmál
Niðurstøðan í frágreiðingini "Har Norden et språkfellesskap?" er tann sama, sum aðrar frágreiðingar í hesi øldini eru komnar fram til. Tær vísa, at tey ungu ikki skilja so væl skandinaviskt longur, men duga hinvegin nógv betur at málbera seg á enskum, enn ættarliðini undanteimum.

Orsøkin til hesa gongdina er enska ávirkanin, og at nýggj tøkni og sosialir miðlar hava broytt mátan, sum tey ungu samskifta, málbera seg og brúka mentanartilboð.

Ikki ein málkreppa kortini
Tá 60 prosent av teimum ungu siga, at tey heldur velja at tosa enskt, tá tey hitta aðrar norðbúgvar, so kann ein halda, at norðurlendska samanhaldið er við at fara fyri bakka. Men hesum er norski málfrøðingurin ikki samdur í.

- Tá hugt verður eftir hesum úrslitunum, so kann ein fáa tann tankan, at norðurlendska samanhaldið er í trupulleikum. Men møguliga er málfatanin ikki so týdningarmikil fyri norðurlendska samanhaldið, sum vit hava hildið. Í eini kanning frá 2017 svaraðu tey flestu, at tað eru samanfallandi samfelagsmodell og felags virðir, sum eru størstu orsøkirnar til, at norðurlond skulu samstarva – og ikki í so stóran mun felags málfatanin, sigur Truls Stende við norden.org.

Hóast tey ungu halda, at mál ikki er tað mest týðandi at samstarva um fyri norðurlond, so bendir kanningin eisini á, at tey halda, at mál er av týdningi, tá tað ræður um at skilja hvønn annan í persónligum samskifti. Tí er samlaða myndin ikki eitt antin-ella, men heldur eitt bæði-og.

Frágreiðingin kann lesast her 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2021

44 Leygardagur 03. apríl 2021

SSC sleppur ikki at ala norðast á Arran í Skotlandi

Myndugleikin í North Ayrshire hevur sýtt at geva felagnum hjá Bakkafrost aliloyvi á einum nátturuvøkrum øki

Frá einum mótmælistiltaki móti aliætlanunum hjá SCC (Mynd: The Arran Banner)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skotska felagið hjá Bakkafrost, SSC, sleppur ikki at leggja eitt alibrúk  einum øki út fyri Millstone Point norðast á oynni Arran í Clyde-fjørðinum í Vesturskotlandi.

Lokali myndugleikin, lendisskipanarnevndin í North Ayrshire Council, tók farna mikudag avgerð um ikki at ganga eini umsókn hjá Scottish Salmon Company á møti.

Ein talsmaður fyri ráðið sigur:

- Umsóknin varð afturvíst orsaka av, at alibrúkið ikki hóskar inn í ætlanirnar fyri hvussu økið skal taka seg út í framtíðini. Tað hóskar ikki til hetta serliga náttúruvakra økið, sigur talsmaðurin við heimasíðuna hjá North Ayrshire Council.

- Ætlanin er heldur ikki í tráð við skotsku ætlanirnar fyri sjóøkið og heldur ikki við ætlanini fyri Clyde-fjørðin. Búskaparligar grundgevingar kunnu ikki seta til viks ta neiligu ávirkanina, sum ætlanin hevði havt fyri økið, sigur talsmaðurin.

Lendisskipanarnevndin hjá ráðnum hevði fingið 436 hoyringssvar, sum vóru ímóti ætlanini og bert 19, ið stuðlaðu ætlanini.

Les eisini: Skotsk mótmæli móti ætlaðari alistøð 

Upprunaliga hevði SSC ætlanir um at leggja 20 aliringar á hesum økinum, men skar verkætlanina niður á 12 ringar.

Sambært Fishfarmingexpert hevur Scottish Salmon Company enn ikki tikið støðu til, hvussu víðari skal fara fram eftir at henda umsóknin er havnað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

45 Leygardagur 03. apríl 2021

Bretska stjórnin stuðlar oljuvinnu við grøna skiftinum

Saman við privatum íleggjarum hevur bretska stjórnin gjørt av at stuðla oljufeløgum við 150 mia. kr. til grøna skiftið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller


Ein av høvuðsvinnunum í Skotlandi og ein týðandi vinna eisini í Bretlandi sum heild, olju- og gassvinnan, fær nú eina týðandi peningaliga innspræning frá bretsku stjórnini umframt privatum íleggjarum.

Ikki minni enn 150 mia. kr. fara komandi árini til at stuðla olju- og gassvinuni at leggja um til varandi orkukeldur og grøna orkuskiftið sum heild. Hetta skal m.a. gerast við at byggja út vetnisframleiðslu og menna tøkni til at fanga og goyma CO2. Hesi tiltøk saman við øðrum skulu so vera við til at minka  um og heilt sleppa undan CO2 útláti, eins og at koma burtur úr tí kreppu, sum bæði korona og minkandi eftirspurningur og lágir prísir hava havt á hesa fyri Stórabretland týðandi vinnuna.

Mett verður at millum 200.000 og 300.000  fólk eru beinleiðis knýtt at vinnuni umframt tey mongu í avleiddum vinnum. Stjórnin er samd við vinnuni í, at olju- og gassvinnan má fáa stuðul til grøna skiftið, soleiðis at ikki øll arbeiðsplássini har fara fyri skeyti. Nýggja avtalan fer at minka um dálkingina við 60 mió. tonsum í 2030 og fer eisini at stuðla uppundir at varðveita umleið 40.000 størv í veitingarvinnuni. 

Tað eru ikki øll, sum eru eins fegin um avgerðina hjá stjórnini. M.a. halda umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace, at stjórnin við hesi útmelding beint undan stóru veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í vetur, COP26, ger seg til gjøldur, tí avtalan í veruleikanum er við til at halda lív í olju- og gassvinnuni. Her verður serstakliga víst til avgerðina hjá stjórnini ikki at steðga oljuleiting, sum Greenpeace metir er at ganga ímóti andanum í Parísavtaluni frá 2015. 

[object Object]

Felagsskapurin heldur, at Bretlandi skuldi gjørt sum Danmark við heilt at banna leiting. Bretski orkuráðharrin sigur í eini viðmerking, at Bretland við hesi avgerðini tvørturímóti miðjar móti at gera landið til eina tjóð við reinari orku. 

“Vit fara ikki at sleppa olju- og gassarbeiðarum uppá fjall í hesum alneyðuga orkuskiftinum burtur frá fossilum brennievnum. Við hesi avtalu ynskja vit at skapa orku til eina grøna ídnaðarkollvelting við at leggja okkum eftir reinari orku og orkutøkni, sum Bretland hevur tørv á fyri at stuðla uppundir ein grønan búskap." 

Hann fær undirtøku frá stjóranum í Oil and Gas UK, Deirdre Mitchie, hvørs felagskapur umboðar alla olju og gassvinuna í Bretlandi. Hon sigur við BBC, at bæði verandi olju- og gassleiting og framleiðsla eru í tráð við endamálið um “net zero emissions”, sum hon málber seg.

“Vit eru fegin um, at stjórnin nú hevur skilt hetta rætt. At minka um CO2 útlátið soleiðis at tað ein dag kemur niður á null er júst tað, sum okkara vinna hevur sett sær sum mál." 

Stjórin í WWF Scotland, Lang Banks sigur við BBC, at hann er ikki samdur við stjóran hjá oljuvinnuni og vísir til, at við at loyva framhaldandi oljuleiting, ber ikki til at røkka málinum um null útlát. 

Í avtaluni, sum bretska stjórnin fer at leggja fram, verður allur stuðul til fígging av verkætlanum, sum stuðla uppundir nýtsluna av olju og gassi, og sum liggja uttan fyri Bretland, steðgaður. Okkurt undantak er kortini.

Í sambandi við nýggjastu útmeldingarnar hevur skotska stjórnin saman við vinnuni sett á stovn "The Just Transition Commission”, sum ger vart við avleiðingarnar av skiftinum og mælir til, at tað fer so smidliga fram, at tað ikki hóttir bæði búskap og arbeiðspláss í Skotlandi. 

Víst verður á, at gongdin til grøna skiftið, má skipast so skilagott tilber og snýr hon seg eisini um at endurútbúgva fólk í oljuvinnuni til at kunna gerast partur av grøna skiftinum. Í hesum sambandi verður m.a. víst á stóra týdningin, sum olju- og gassvinnan í dag hevur fyri Skotland, og at avgerðir um framtíðina hjá hesi vinnu og teimum har arbeiða skulu vera í tráð við viljan hjá skotska fólkinum, har m.a. tann sosiali parturin verður raðfestur høgt. Eisini skal skiftið gerast í samráð við fakfeløgini. Sambært BBC skrivar “The Just Transition Commission” m.a.: 

"The transition must be made by the people of Scotland, not done to the people of Scotland. And the shift must be a “national mission with social justice at its heart. The great move towards low carbon must be done in co-operation with the unions." 


[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

46 Leygardagur 03. apríl 2021

Russisk njósnaraflogfør vóru ov nær breskum øki

Royal Airforce sendi tvey jettjagaraflogfør út at ávara

Tu-142 hjá russiska flogvápninum (Mynd: Ministery of Defence / BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Typhoon jetjagaraflogfør frá bretsku hernaðarflogstøðini í Lossiemouth í Skotlandi vórðu mánadagin send avstað fyri at forða tveimum russiskum Tu-142 Bear-F hernaðarflogførum, sum vóru komin ov nær bretskum øki, skrivar BBC

Tað var norska flogverjan, sum umvegis Nato, ávaraði um russisku flogførini. Bretsku jagaraflogførini komu fram á russisku flogførini yvir Norðsjónum. Meðan tey vóru í luftini fingu tey brennievni frá flogførum á støðini hjá Royal Airforce í Brize Norton í Onglandi.

Russisk flogfør av slagnum Tu-142 verða brúkt í sambandi við kanning ella njósning og í sambandi við at finna og stríðast móti kavbátum, skrivar BBC.

Ein av flogskiparunum, sum var við á uppgávuni sigur við BBC, at jagaraflogførini í Lossiemouth standa klár at fara avstað alt samdøgrið.

- Í hesum føri vóru vit ávarað av Nato um tvey illgrunasom russisk flogfør, sum nærkaðust okkara áhugaøki. Vit fóru avstað og staðfestu at tvey Tu-142 Bear-F vóru komin ov nær bretskum øki, og ráddu teimum frá at koma nærri. Okkara uppgáva er at verja loftrúmi hjá Nato og bretska kongsríkinum hvønn minutt hvønn einasta dag, sigur flogskiparin við BBC.

[object Object]Eitt av Typhoon jagaraflogførunum hjá RAF (Mynd: EPA)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

47 Leygardagur 03. apríl 2021

Ever Given er leyst aftur

Nú kann aftur siglast gjøgnum Suez-veitina

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Risastóra bingjuskipið Ever Given fleyt mánadagin aftur frítt í Suez veitini, og nú kann skipaferðslan aftur sigla gjøgnum hesa fyri skipaferðsluna sera týdningarmiklu farleið.

Egypgiskar sjónvarpsstøðir kundu mánadagin  vísa, at bingjuskipið spakuliga hevði kós norður eftir Suez veitini.

- Osama Rabie, admiralur, ovasti fyri Suez-veitini hevur boðað frá, at skipaferðslan kann takast uppaftur, boðaðu myndugleikarnir frá, sambært AFP-tíðindastovuni.

Ever Given hevði staðið fast í Suez veitini í næstan eina viku og forðaði fyri, at onnur skip kunnu koma gjøgnum hesa sera týdningamiklu farleið.

Yvir 300 skip bíðaðu eftir tørni at sleppa ígjøgnum veitina.

Suez-veitin knýtir Reyðahav og Miðjarðarhav saman, og er stytsti vegur millum Asia og Evropa. Veitin er 190 kilometrar long, 24 metrar djúp og 205 metrar breið.

Umleið 12 prosent av øllum heimsins farmi ferðast gjøgnum kanalina. Í 2020 svaraði hetta til meira enn ein milliard tons av farmi.

Ever Given er skrásett í Panama, og var á veg úr Kina til Rotterdam í Niðurlondum, tá skipið rendi seg fast í veitini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

48 Leygardagur 03. apríl 2021

Voxbotn 2020 aftur útsett

Fyriskiparnir boða frá, at festivalurin vónandi verður í mai, men at tað skal vera í tráð við tilmælini frá myndugleikunum

Um til ber at savna eina rúgvu av fólki í Vágsbotni í mai til eitt tónleikatiltak er framvegis óvist (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst varð festivalurin fluttur frá síðst í juni 2020 til 5. september - síðani frá september til 10. apríl 2021. Alt sjálvandi orsakað av koronustøðuni.

Eingin smitta er í landinum, men framvegis eru tilmæli millum annað um, hvussu nógv fólk kunnu savnast, og tað er harvið greitt, at ikki er ráðiligt sambært tilmælunum, at avgreiða Voxbotn 10.april, sum upprunaliga skuldi haldast 2020.

Hesum hava fyriskiparnir júst nú boðað frá í skrivi. Í fyrstu syftu verður Voxbotn 2020 útsett nakrar vikur.

- Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út komandi vikurnar. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmæunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag. Vit vóna, longu í næsta mánað.

Nærri kunning kemur um eina til tvær vikur verður boðað frá. Óvist er, hvussu verður við Voxbotn 2021. Fyriskiparnir hugsavna seg fyrst um at festivalin, sum upprunaliga skuldi verið í fjør. 

Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru enn galdandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

49 Leygardagur 03. apríl 2021

Listaframsýning í Gøtu á páskum

Afturvendandi páskaframsýningin í Eysturkommunu verður aftur á skránni í skúlanum við Gøtugjógv frá páskaaftan til og við 2. páskadag

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður páskaaftan klokkan 15, og framsýningin verður opin til og við 2. páskadag.

[object Object]

Tað eru borgarar og onnur, sum hava sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu, sum sýna fram.

– Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat, skrivar áhugabólkurin 'Myndlistafólk í Eysturkommunu' í tíðindaskrivi.

[object Object]

Talan er í flestu førum um listafólk, sum hava sýnt fram áður, bæði í nærumhvørvinum men eisini kring landið og uttanlands. Framsýningin spennir sera vítt frá náttúru- og djóramyndum í ymiskum stílum, stilleben, keiputekningum heilt til mixed-media og sci-fi kenda list.

Sum áður nevnt, verður framsýningin sett leygardagin klokkan 15, og Høgni Lisberg kemur í hesum sambandi at framføra nøkur løg. Ókeypis atgongd er til framsýningina.

[object Object]

Tey, sum sýna fram eru Annika Zacharia Beell, LUDVIG – Dagmar L. Mouritsen, Jens Klæmint Jacobsen, Bjørg í Djónastovu, Erla Jarnskor Ellingsgaard, Tummas Jákup Thomsen, Lise-Lotte B. Vindelbo, Joy Ann Simonsen, Emely Marnersdóttir, og Oluffa Klæmintsdóttir.

Upplatingartíðirnar eru hesar:

3. apríl – páskaaftan 15-20 Fernisering
4. apríl – páskadagur 15-20
5. apríl – 2. páskadagur 14-18

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

50 Leygardagur 03. apríl 2021

Seinasta korterið fyri steðgin og verjumistøk kostaðu í Wien

Føroyska avrikið fyrstu løtuna var frálíkt, og Sonni Ragnar Nattestad legði eisini Føroyar á odda. Men tá farið var til hálvleik var 3-1, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið

Eysturríki slapp alt ov lætt at javna, og føroyingar komu ongantíð av álvara inn í dystin aftur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrra helming av fyrra hálvleiki høvdu Føroyar dystin júst har, ið Håkan Ericson og hansara menn vildu hava hann: Eysturríki kom so at siga ikki til vandamiklar støður - undantikið einum hornasparki - Føroyar fingu flutt bóltin væl til tíðir og fingu eina rúgvu av deyðbóltsstøðum og góðum støðum.

Ein av teimum gav eisini mál. Jóan Símun Edmundsson legði í 19. minutti bóltin væl inn úr høgra horni, og inni í fimm-metrinum kom Sonni Ragnar Nattestad uppfrá og stútaði bóltin í málið. Fríspark kundi verið dømt, tí armarnir hjá føroyska miðverjanum vóru á eysturríska verjuleikarunum, og eysturrísk mótmæli vóru eisini, meðan føroyingarnir fegnaðust, og sensatiónin lúrdi.

[object Object]

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad skoraði sítt triðja A-landsliðsmál (Myndir: EPA)

Hetta var triðju ferð í sjey innanhýsis dystum, at Føroyar løgdu seg á odda móti Eysturríki, men í mun til í 1990 og í 2008 gav tað ikki stig - eisini hóast Sonni Ragnar hevði ein anann góðan stútara á mál.

Trýstið frá Eysturríki gjørdist størri, verjuparturin hjá Føroyum sá ikki heilt tryggur út, og eftir hálvan tíma varð ikki dekkað upp í samband við hornaspark: Teir ið høvdu ábyrgd av økinum mitt fyri vóru ov seinir út, Meinhard Olsen, ið hesaferð hevði fingið møguleikan frá byrjan, fylgdi ikki Aleksandar Dragović, ið gjørdist heilt fríur í aftara øki, og hóast skotið hjá verjuleikaranum ikki var gott, so fór tað í málið. Dragovic sparkaði bóltin beint niður í svørin og hann hoppaði harvið í málið. Tá Gunnar Nielsen longu hevði kastað seg niður í nærra málhornið, so var einki at gera. 

2-1 málið kom ikki burturúr nógvum: Ein langur bóltur varð sendur fram, Sonni Ragnar fylgdi áleyparanum, men Heini Vatnsdal var eisini komin í økið, og umvegis hann fekk Baumgarter bóltin, og hóast hann varð órógvaður av Heina so varð 2-1, tá Gunnar júst ikki náddi niður og fekk vart fyri skotinum, ið kom stutt.

Eysturríkar vóru meira ágangandi, og hjá Føroyum snúði tað seg bara um at koma til hálvleiks við 2-1.

Hetta eyndaðist tó ikki, tí eitt innkast tíggju metrar frá eysturríska hornaflagginum førdi til eitt mál - til Eysturríki. Sonni Ragnar var komin fram við, men Viljormur Davidsen valdi at kasta stutt, vinstri bakkurin fekk hann aftur frá Halli Hanssyni, men innleggið kom ikki framvið fyrsta manninum, og so gekk skjótt.

Føroyingar megnaðu ikki at gera fríspark ella verja fyri, David Alaba fekk bóltin til vinstru og legði flatt innfyri til Kalajdzic, ið hevði flutt seg frá Heina, og so var 3-1.

[object Object]
Baumgartner skoraði eitt mál og hevði aðrar møguleikar

[object Object]
Myndir: EPA

Eysturríkar tyktust veruliga at vilja hava meira, og fyrsta korterið í 2. hálvleiki hevði heimaliðið nakrar risastórar møguleikar, men teir vóru ikki skarpir.

Tá nakrar skiftingar komu á føroyska liðnum, samstundis sum eysturríkarar skiftu Alaba út og heimaliðið fór niður í ferð, so gjørdist tað meira javnt, og sum leið dovnaði dysturin heilt.

Eysturríki hevði eina trygga leiðslu og vildi ikki nýta alt ov nógva megi. Harvið endaði tað 3-1, og eftir dystargongdini tríggjar fjórðingar av dystunum kundu føroyingar ikki vera alt ov ónøgdir við hetta - tó at málini ímóti vóru "ov løtt", og at man hevði havt leiðsluna.

Talan var um fyrsta ósigur undir Håkani Ericson og hansara toymi í einum kappingardysti. 

EM-undankapping, bólkur F
28. mars Ernst-Happel Stadion, Wien
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
19' Sonni Ragnar Nattestad (Jóan Símun Edmundsson) 0-1
30' Aleksandar Dragović 1-1
37' Christoph Baumgartner 2-1
44' Sasa Kalajdzic 3-1

Føroyar (4-4-2):  Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal (59' Jákup Biskopstø Andreasen), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (59' Jóannes Bjartalíð), Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L - 80' Klæmint Andrasson Olsen ), Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (74' Petur Knudsen),  Meinhard Egilsson Olsen (59' Patrik Johannesen)

Myndir: Eysturríki - Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

51 Leygardagur 03. apríl 2021

SÍ og Mjølnir hava yvirtakið

Sørvágskvinnur vunnu trygt í oyggjauppgerðina skírisdag, og Mjølnir var omaná móti ÍF eftir fýra sett. Liðini hittast aftur í avgerandi FM-dystunum í dag

Sørvágskvinnur vunnu 3-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kvinnurnar hjá Drátti og menninir hjá ÍF hava havt eitt samdøgur ella so at fyrireika seg til at svara ávíkavist SÍ og Mjølni aftur í stríðnum um FM.

Skírisdag var SÍ greitt omaná í vágauppgerðini. Sørvágskvinnur vunnu 3-0, har tær í serliga í fyrsta, men eisini triðja setti, vóru sannførandi. Í øðrum setti trýsti Dráttur væl eina løtu. Í dag snýr tað seg um hjá Drátti at vinna trý sett, og síðani skal sokallaða gullsetttið vinnast.

Sí eisini: 
Myndir: Dráttur - SÍ
Myndir: Mjølnir - ÍF

ÍF skal eisini vinna fýra sett í morgin fyri at gerast føroyameistari. Fuglfirðingar vunnu steypafinaluna á Mjølni í Høllini á Hálsi síðst í februar.

Skírisdag vórðu teir hølvaðir av í fyrsta setti og taptu 3-1. Tað var javnt í 2. 3. og 4. setti, 25-22, 24-25 og 25-21, og tað kann gerast heilt spennandi í dag.

Kvinnurnar spæla klokkan 15 - hjá monnum verður fyrsti bólturin í Stórhøllini servaður klokkan 18.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2021

52 Leygardagur 03. apríl 2021

Sonni Ragnar Nattestad dagsins leikari

Lesararnir hjá Portalinum kjósa føroyska málskjúttan í dystinum móti Eysturríki til dagsins leikara

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyski málskjúttin í Wien, Sonni Ragnar Nattestad, var av lesarunum hjá Portalinum kosin dagsins leikari í landsdystinum millum Eysturríki og Føroyar.

Sonni Ragnar Nattestad, sum við høvdinum legði Føroyar á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru leiktir, fekk 26 prosent at atkvøðunum, og tað er tað mesta av teimum fimtan leikarunum, sum spældu fyri Føroyar í dystinum fingu.

[object Object]Sonni Ragnar Nattestad stútar bóltin í netið til 1-0 (Mynd: EPA)

Lesararnir meta eisini, at Brandur Hendriksson gjørdi tað gott í kvøld. Hann fær nevniliga heili 20 prosent av atkvøðunum.

Eftir dystin móti Moldova hósdagin, varð Meinhard Egilsson Olsen kosin dagsins leikari av lesarunum hjá Portalinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

53 Leygardagur 03. apríl 2021

- Ivist onga løtu í at vit fara at fáa nøkur stig afturat í hesari undankappingini

Tað sigur Petur Knudsen, ið fekk ein dreym uppfyltan í Wien sunnukvøldið, tá hann fyri fyrstu ferð spældi á føroyska A-landsliðnum. Petur og hinir á føroyska liðnum fyrireika seg nú í Skotlandi

Petur Knudsen á Ernst-Happel leikvøllinum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í Eysturríki er navnið Knudsen als ikki ókent. Fyri 31 árum síðan var Jens Martin Knudsen ein av høvuðsorsøkunum til, at allur fótbóltsheimurin varð skelkaður, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 1-0 á Eysturríki í EM-undankappingardysti.

Tá Eysturríki tók ímóti Føroyum í HM-undankappingardysti á Ernst-Happel leikvøllinum sunnukvøldið var ein annar Knudsen at síggja á vøllinum. Tað var sonur mannin við topphúgvuni, Petur Knudsen, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri A-landsliðið

– Tað var ein góð kensla at fáa sínar fyrstu minuttir sum A-landsliðsspælari. Tað hevur eisini leingi verið ein dreymur og eitt mál, ið eg havi sett mær. So ja, eg eri glaður fyri at Håkan Ericson gav mær møguleikan, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

Fótbóltsspælarar eru ongantíð nøgdir við eitt tap, men Petur Knudsen heldur kortini, at føroyska liðið kann taka nógv positivt við sær úr dystinum móti eysturríkarum, og 22-ára gamli NSÍ-leikarin er vísur í, at Føroyar fara at fáa fleiri stig í hesari undankappingini

– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitið, men eg haldi at innsatsurin var í lagi, og vit hava nógv gott at byggja á í hesum hópinum. Eg ivist heldur onga løtu í, at vit fara at fáa nøkur stig afturat í hesari undankappingini


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

54 Leygardagur 03. apríl 2021

Skræddir sundur í Skotlandi

Føroyski verjuparturin sá alt annað enn gott út í pørtum av dystinum, og tað gjørdu Premier League-leikararnir hjá heimaliðnum sær dælt av. 4-0 tapið ger, at Føroyar hava latið sjey mál inn seinastu tveir dystirnar og tapt 23-3 í seks dystum samanlagt í Skotlandi

(Mynd: Uefa.com)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ikki tí, at Skotland kom til eitt hav av møguleikum á Hampden Park mikukvøldið.

Eysturríkar høvdu tvífalt so nógvar skotroyndir í dystinum sunnukvøldið, men ímóti skotunum góvu føroyingar uppaftur meira pláss í nøkrum støðum: Fyrst í okkara høgru síðu, har Andy Robertson úr Liverpool og Kieran Tierney úr Arsenal í fleiri førum sluppu at dusa sær, og hóast føroyska liðið var vælmannað í brotsteiginum millum annað í tveimum støðum í 2. hálvleiki, so stóðu skotar ov ofta púra fríir - við 2-0 máli og serliga 4-0 máli var hetta heilt galið.

Gilli Rólantsson var einsamallur og fekk ikki forða fyri innlegginum og ávíkavist mitt fyri málinum og við aftaru stong varð slett ikki dekkað upp, og harvið gjørdist triðja málið uppá 18 minuttir veruleiki.

Tað var í slíkum førum, at Føroyar sóu út sum eitt lið, ið kann fáa stórar trupulleikar í hesari undankappingini, nú støði á mótsstøðuni er farið upp í mun til í Nations League. Byrjanin var eisini alt annað enn góð, hóast Meinhard Olsen kom í eina góða støðu, sum hann spilti burtur. Longu eftir ein hálvan minutt fekk Ryan Fraser næstan eitt frítt skot, ið Gunnar Nielsen tó fekk fatur á, og heimaliðið sat annars á øllum spælinum.

Sjey minuttir seinni var Gunnar prísgivin: Skotland fekk skift spælið út í sína vinstru, og Tierney fann við einum "cutbakki" ein púra frían John McGinn mitt í brotsteignum - Aston Villa-leikarin skoraði eisini púra ótarnaður til 2-0.

Í samband við 1-0 málið vóru bæði Hallur Hansson og Jákup Biskopstø Andreasen, ið hesaferð fekk møguleikan frá byrjan, burtur, tí teir royndu at vinna bóltin beint áðrenn beint uttan fyri brotsteigin, og miðverjarnir og bakkarnir vóru farnir inn í málteigin at verja.

[object Object]Gunnar Nielsen skuldi í trimum av fýra málunum royna at verja fyri skotum, ið vóru púra fríir í brotsteignum - við 3-0 málið hevði maðurin ið hevur vart málið í øllum trimum undankappingardystunum betri fyritreytir (Mynd: UEFA)

Tá Skotland skoraði til 3-0 átti málverjin sín lut. Che Adams úr Southampton vendi hegnisliga Gunnar Vatnhamar, ið hesaferð var í miðverjuni, av, Sonni Ragnar Nattestad trein fram ímóti, og gjørdi at áleyparin ikki hevði møguleikan at skjóta í longra málhornið. Ístaðin smekkaði Adams til eftir nærru stong út tjúgu metrum. Skotið var hart og út ímóti stólpanum, men sigast kann ikki, at Gunnar Nielsen var nóg kvikur. 

Stórur munur var á liðnum, ið tað á sín hátt "eigur at vera", í pørtum av spælinum, men frameftir skaptu Føroyar fleiri góðar støður. Brandur Hendriksson hevði eitt sera gott langskot eftir áleið eitt korter, men Craig Gordon fekk armin á.

Seint í dystinum fekk Gordon eisini hondina á góðan stútara frá innskifta Patrik Johannesen, men tað var Jóan Símun Edmundsson, ið fekk teir størstu møguleikarnar.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson, ið er úti í kuldanum í Bielefeld, kom í tríggjar heilt góðar støður í skotska brotsteignum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í tveimum førum sá hann ikki út til at vera nóg til reiðar, ella at taka eina nóg skjóta/rætta avgerð, tá bólturin datt til hann púra frían og beint uttan fyri málteigin. Í fyrra førinum var støðan 1-0, toftamaðurin hevði so gott sum tómt mál, og ongan ið trýsti, men fekk ikki skot á.

Tað gjørdi Bielefeld-leikarin seinni í 2. hálvleiki, tá tá eydnaðist Føroyum at gera eina hornakombinatión, men Jóan Símun, ið hevði runnið væl, skeyt langt uppum.

Samanumtikið var tað eitt sindur at undrast á, at nakrir leikarar, ið als ikki eru skarpir í mun til at spæla kappingardystir, spældu so nógv í teimum trimum dystunum. Nógvir leikarar spældu heilt nógv ella fult í teimum trimum dystunum, meðan í miðverjuni tykist venjaratoymið at leita eftir loysnum - Odmar Færø noyddist eisini út við skaða í fyrsta dystinum.

Góð tíð verður til tað, tí Føroyar spæla ikki aftur fyrrenn í juni, tá tveir venjingardystir verða á Tórsvølli (Ísland og Liktinstein). Kappingardystir verða ikki aftur fyrrenn í september. Tá verður talan um tríggar heimadystir. Í hesum fyrstu trimum útidystum fingu Føroyar eitt stig. Málúrtøkan er 2-8.

HM-undankapping, 3.umfar - bólkur F
31. mars, Hampden Park, Glasgow
Skotland - Føroyar 4-0 (1-0)
7' John McGinn (Kieran Tierney) 1-0
53' John McGinn (Kieran Tierney) 2-0
60' Che Adams 3-0
70 'Ryan Fraser (Andy Robertson) 4-0

Føroyar (4-4-2/4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad (76' Rógvi Baldvinsson), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (58' Patrik Johannesen), Hallur Hansson (L), Jákup Biskopstø Andreasen (58' Klæmint Andrasson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (76' Heini Vatnsdal), Meinhard Egilsson Olsen (58' Ári Mohr Jónsson)

Hini úrslitini í bólkinum: 
Eysturríki - Danmark 0-4
Moldova - Ísrael 1-4

Støðan eftir trý umfør
1. Danmark (9 stig)
2. Skotland (5 stig)
3. Ísrael (4 stig)
4. Eysturríki (4 stig)
5. Føroyar (1 stig)
6. Moldova (1 stig)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

55 Leygardagur 03. apríl 2021

Brandur Hendriksson var dagsins leikari

Lesararnir á Portalinum valdu Brand Hendriksson til dagsins leikara í dystinum móti Skotlandi. Hann gjørdi tað gott, og hevði eisini eitt vandamikið langskot

Langskotið hjá Brandi (Mynd: UEFA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt 4-0 úrslit kann eingin vera nøgdur við, heldur ikki móti skotum, men tað er veruleikin hjá føroyska A-landsliðnum, sum mikukvøldið spældi seinasta av trimum HM-undankappingardystum seinastu vikuna.

Lesararnir hjá Portalinum hava seinastu vikuna kosið Meinhard Egilsson Olsen og Sonna Ragnar Nattestad til dagsins leikarar í dystunum móti ávikavist Moldova og Eysturríki. Felags fyri teir báðar var, at teir skoraðu eitt mál hvør, men móti Skotlandi skoraði eingin mál, og tí var ein ávísur spenningur um, hvat fólksins dómur var.

Javnt er millum teir báðar Brand Hendriksson og Jákup B. Andreasen, men fyrstnevndi eigur munin og hevur fingið 25 prosent av atkvøðunum frá lesarunum, og er harvið dagsins leikari.

[object Object](Mynd: UEFA)

Brandur Hendriksson hevði eitt gott langskot sum skotski málverjin bjargaði og flutti annars bóltin væl. Hann var meira eyðsýndur í hesum dystinum enn hinum báðum undanfarnu.

Jákup B. Andreasen er beint í hølunum og hevur fingið 20 prosent av atkvøðunum. Flott av klaksvíkinginum, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

56 Leygardagur 03. apríl 2021

Páskaumfarið útsett í tríggjar vikur

Dystirnir í Betrideildini, sum skuldu verið spældir 2. páskadag og mikukvøldið, verða spældir 28. apríl ístaðin

Vegna illveður annan páskadag, er fjórða umfar í Betrideildini flutt til 28. apríl. Myndin er frá fyrsta dystinum í Betrideildini í ár millum 07Vestur og B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vegna vánaliga veðurforsøgn – hann lovar storm av norði á páskum – og broytta vegleiðing um sóttarhald hjá landsliðsspælarunum, verður fjórða umfar í Betrideildini hjá monnum flutt til mikudagin 28. apríl

Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í fjórða umfari í Betrideildini hjá monnum verða spældir 2. páskadag, og tveir mikudagin 7. apríl.

Men vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald fyri landsliðsspælararnar, hevur kappingarnevndin avgjørt at flyta allar dystirnar í 4. umfari til mikudagin 28. apríl. Dystirnir, ið talan er um, eru hesir: KÍ-HB, B68-ÍF, TB-B36, 07 Vestur-EB/Streymur og NSÍ-Víkingur.

Sostatt verður fremsta deildin hjá monnum sparkað í gongd aftur sunnudagin 11. apríl, og tá verður spælt soleiðis: B68-TB, KÍ-EB/Streymur, ÍF-NSÍ, B36-Víkingur og HB-07 Vestur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

57 Leygardagur 03. apríl 2021

Trý lið á fyrsta plássi

Greipuvinnararnir úr KÍ hava fingið eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingarárið við tveimum javnleikum á rað

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Triðja umfar í bestu kvinnudeildini hevur verið avgreitt mikudagin og skírisdag, og nú eru trý lið á fyrsta plássi við 7 stigum. Greipuvinnararnir KÍ eru beint í hølunum, men hava fimm stig á fjórða plássi. 

Mikukvøldið hittust nýggju liðini í deildini, 07 Vestur og AB/B71. Her fekk 07 Vestur síni fyrstu stig í bestu deildini við einum 3-2 sigri.

Skírisdag vóru hinir tríggir dystirnir leiktir, og tað vóru NSÍ og Víkingur sum løgdu fyri við Løkin í Runavík. NSÍ var undan kappingarárinum mett at vera eitt lið sum kundi geva KÍ kapping um FM-heitið, men úrslitið í dag kundi bent á, at Víkingur eisini liggur framvið.

Víkingur vann dystin 3-2 við máli frá 15 ára gomlu Rakul Sørensen í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík tóku greipuvinnararnir ímóti HB, men nógvu áskoðararnir við Djúpumýrar seinnapartin fingu einki mál. Dysturin endaði málleysur 0-0. Hetta er annar javnleikur á rað hjá KÍ, sum farna fríggjadag eisini spældi málleyst javnt móti Víkingi.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í Gundadali har B36 tók ímóti EBS/Skála var málveitsla og heili átta mál komu í dystinum. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til gestirnar, men í seinna hálvleiki regnaðu málini inn. B36 var á odda 4-3 tá 90 minuttir vóru leiktir, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat eydnaðist tað Leu Lisberg at javna fyri EBS/Skála og tryggja útiliðnum eitt lið.

HB, EBS/Skála og Víkingur deilast sostatt um fyrsta plássið við sjey stigum hvør. KÍ er á einum fjórða plássi við fimm stigu. NSÍ og 07 Vestur hava trý stig hvør meðan B36 hevur eitt stig. AB/B71 hevur enn til góðar at fáa fyrsta stigið í bestu deildini.

Nú verður landsliðssteðgur hjá kvinnum áðrenn gongd verður sett á landskappingina aftur 17. apríl. A-landsliðið hjá kvinnum hevur venjingarlegu fyri spælararnar í heimligu kappingini í døgunum 7-10. apríl.

07 Vestur - AB/B71 3-2 (2-1)
19' Margit M. Kwao 1-0
28' Evelin Da Silva Mastropaqua 2-0
40' Judith Rasmussen 2-1
49' Sólrun Hendriksdóttir Sørensen 2-2
50' Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 3-2

NSÍ - Víkingur 2-3 (1-1)
31’ Jensa Petursdóttir Olsen 0-1
38’ Monika Samuelsen 1-1
75’ Maria Johansen 2-1
83’ Jensa Tórolvsdóttir 2-2
90’ Rakul Sørensen 2-3

KÍ - HB 0-0

B36 - EBS/Skála 4-4 (1-2)
8’ Lea Lisberg 0-1
23’ Emma Hansdóttir 1-1
25’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-2
58’ Olga Kristina Hansen 2-2
64’ Emma Hansdóttir 3-2
83’ Rakul Vesturdal Magnussen 3-3
88’ Sjálvmál 4-3
90’ Lea Lisberg 4-4

Støðan í Betri deildini kvinnur 2021

1. Víkingur (7 stig)
2. HB (7 stig)
3. EBS/Skála (7 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. NSÍ (3 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. B36 (1 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

58 Leygardagur 03. apríl 2021

07 Vestur fekk síni fyrstu stig í bestu kvinnudeildini

Við 3-2 sigri móti AB/B71 vann 07 Vestur sær síni fyrstu stig nakrantíð í fremstu deildini hjá kvinnum

(Mynd: 07 Vestur kvinnur / Instagram)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey bæði nýggju liðini í bestu kvinnudeildini, 07 Vestur og AB/B71, hittust  mikukvøldið á Dungasundi í Sørvági.

Hetta eru lið, sum byggja upp, og væntað verður ikki, at tey koma langt upp á stigatalvuna, men bæði liðini vístu, at tey duga at skora mál. Aftaná 19 minuttir legði Margit M. Kwao 07 Vestur á odda, og bara tíggju minuttir seinni økti Evelin Da Silva Mastropasqua fyri heimaliðið til 2-0.

Beint fyri hálvleik megnaði felagsliðið hjá argjafólki og sandoyingum at minka um munin til 2-1 við máli frá Judith Rasmussen.

Í seinna hálvleik komu tvey mál, og bara ein minuttur var í millum tey. Fyrst javnaði AB/B71 við máli frá Sólrun Hendriksdóttir Sørensen tá 49 minuttir vóru spældir, og ein minutt seinni legði Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 07 Vestur á odda aftur til støðuna 3-2.

[object Object]Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Hóast AB/B71 hevði onkrar atsóknir, komu ikki fleiri mál í dystinum, og vágakvinnur kunnu fegnast um síni fyrstu stig.

07 Vestur - AB/B71 3-2 (2-1)
19' Margit M. Kwao 1-0
28' Evelin Da Silva Mastropaqua 2-0
40' Judith Rasmussen 2-1
49' Sólrun Hendriksdóttir Sørensen 2-2
50' Eyðvør Tórbjørnsdóttir Poulsen 3-2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

59 Leygardagur 03. apríl 2021

27 úttiknar til venjingarlegu

Tvey nýggj andlit eru í hópinum til komandi venjing hjá kvinnulandsliðnum

Hervør Olsen úr KÍ er nýggj í A-landsliðshøpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvey nýggj andlit verða at síggja í landsliðsbúnanum, tá A-landsliðið við kvinnum savnast til venjingarlegu eftir páskir.

Lene Terp, landsliðsvenjar, hevur nevniliga sent boð eftir tveimum KÍ-leikarum, sum ikki áður hava verið á A-landsliðnum, hóast tær báðar hava umboðað Føroyar á ungdómslandsliðum.

Talan er um 24 ára gamla áleyparan Hervør Olsen og 21 ára gamla miðvallaran Tóru Mohr. 

Venjingarlegan er fyri spælarar í heimligu kappingini, og harumframt verður Ásla Johannesen, sum dagliga býr og spælir í Danmark, eisini við á leguni, tí hon er heima í Føroyum á páskum.

Tær, ið hava fingið landsliðsboð til venjingarleguna eru:

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland
Jacoba Langgaard, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Emma Hansdóttir, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Julia Helena Henriksen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jónvá Hentze, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal Jacobsen, KÍ
Hervør Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Margunn Lindholm, NSÍ
Monika Sumberg Samuelsen, NSÍ
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Hanna Isaksen Højgaard, Víkingur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

60 Leygardagur 03. apríl 2021

Miriam Pedersen skal menna gentu/kvinnusíðuna hjá FC Suðuroy

Hon er av Fjóni og verður triði útlendski venjarin í ungdómsdeildini í Vági

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í ár var hon í Vági fyri at hyggja eftir umstøðunum og kanna tær nærri, og fyri stuttum gjørdi hon av at taka tilboðnum um at gerast ein av ungdómsvenjarunum hjá FC Suðuroy.

Talan er um Miriam Pedersen, ið kemur frá Hesselager, sum liggur á Fjóni í Danmark. Hon hoyrdi av fyrstan tíð um FC Suðuroy frá einum venjara, ið áður hevur verið í Vági, John Christensen, og sum í dag er DBU konsulentur í millum annað  Hesselager fodbold.

Miram Pedersen skal venja á genturnar og kvinnurnar hjá felagnum. Frammanundan eru Dennis Nielsen úr Danmark og Christian Njøten úr Noreg knýttir at ungdómsdeildini sum venjarar.

Teir spæla eisini við besta mansliðið felagsins - Christian er venjari á gentusíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

61 Leygardagur 03. apríl 2021

Skúlafótbóltur í Vági verður aftur í summar

Nú ber til hjá skúlaflokkum at melda seg til kappingina, sum verður í Vági í mai og juni

Mynd: Skúlafótbóltur
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eins og undanfarin ár verður Skúlafótbóltur aftur á skrá hetta skúlaárið. Spælt verður í mai og juni mánað, og nú ber til hjá skúlaflokkum at melda seg til kappingina.

Skúlafótbóltur er skipaður við BankNordik sum høvuðsstuðli og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommunu.

Spælt verður bara í ein dag, og merkir hetta eisini, at vinnarar verða funnir fyri árgangirnar og fyri gentur, dreingir og blandað lið. Vinnandi liðini fáa steyp og medaljur.

Spælt verður hósdagar, tá Smyil fer av Havnini klokkan 8.45. Er veðrið til vildar verður, eins og í fjør, farið vestur á Eiðið, men er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.

Tilmeldingarskjalið til Skúlafótbóltin er her.

Skráin fyri kappingina er henda:

Tórsdagin 6. mai: 8., 9., 10. flokkar, miðnáms-, há- og eftirskúlar

Tórsdagin 20. mai: 6., og 7. flokkar

Tórsdagin 27. mai: 4. og 5. flokkar

Tórsdagin 3. juni: 1., 2. og 3. flokkar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2021

62 Leygardagur 03. apríl 2021

VÍF og H71 eru eitt fet frá finaluni

Favorittarnir sigraðu mikukvøldið. VÍF vann stórsigur á heimavølli móti Neistanum - H71 vann í seinastu løtu í Kollafirði

Filip Jojic skorað ellivu ferð í tíggju-máls sigrinum hjá VÍF í hálvfinaluni móti Neistanum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum vórðu leiktar mikukvøldið, og har var stórur munur á, hvussu nógvur spenningur var í.

Í Vestmanna vóru tvey tíðarskeið, har heimaliðið av álvara gjørdi hol í sjógvin. Frá tí at tað varð 8-7 í 19. minutti, økti VÍF um munin við fimm málum áðrenn steðgin.

Innan tíggju minuttir í 2. hálvleiki - frá 6. minutti til 15. minutti - skoraði heimaliðið sjey mál á rað. Harvið gjørdist munurin heili 14 mál - 10 mál vóru á muni við seinasta bríksl - og nú snýr tað seg um hjá Neistanum at reisa seg til 2. páskadag, tá VÍF vitjar.

Sum verða man gekk Filip Jojic á odda hjá vestmenningum í gjár við ellivu málum, og Mladen í málinum fekk í løtum heilt tarnað neistamonnum.

[object Object]

Í Kollafirði gjørdist Pætur Thomsen stóra hetjan hjá H71. Vongurin skoraði níggju mál - harímillum tað avgerandi í dystinum.

Í fyrra hálvleiki var H71 meira á odda, og í 12. minutti í 2. hálvleiki varð 17-20.

Men KÍF vendi dystinum, og tá fimm minuttr vóru eftir, var støðan 25-23. H71 fekk javnað aftur - tvær ferðir - men í seinasta minutti hevði heimaliðið møguleikan at avgera dystin.

Men Ári Dam bjargaði, H71 fekk bóltin, og tók timeout. Beint yvir tíggju sekund vóru eftir, og tað endaði við, at Pætur Thomsen royndi seg úr spískum. Tað eydnaðist, og harvið hevur H71 fyrimunin. Um tað eydnast hjá hoyvíkingum at vinna ella spæla javnt á heimavølli í kvøld, so er liðið í finaluni - KÍF skal vinna

Fyrstu FM-hálvfinalurnar í Burndeildini
31. mars
VÍF - Neistin 35-25
Toppskjútti: Filip Jojic 11 mál

Myndir: VÍF - Neistin


KÍF - H71 26-27 (14-14)
Toppskjútti: Pætur Thomsen 9 mál

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar á hendan hátt: 
Leygardagin 3. apríl klokkan 20
H71 - KÍF

Mánadagin 5. apríl (2. páskadag) klokkan 19
Neistin – VÍF

Møguligar triðju hálvfinalurnar verða leiktar mikukvøldið (7. apríl)


Fyrru hálvfinalurnar í niðara endaspælinum vórðu eisini leiktar mikukvøldið: 
Kyndil - StÍF 26-30 (13-13)
Toppskjútti: Bjarni Selvindi 11 mál

Team Klaksvík - H71 2 34-24 (18-17)
Toppskjútti: Vilhelm Vilhelmsen 7 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2021

63 Leygardagur 03. apríl 2021

Dánjal Ragnarsson til Íslands at spæla

Hann skiftir Neistan út við ÍBV úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dánjal Ragnarsson fer næsta kappingarár at spæla við íslendska felagnum ÍVB úr Vestmannaoyggjunum.

20 ára gamli bakkurin er uppvaksin í Neistainum, og hevur eisini spælt við barndómsfelagnum seinastu mánaðirnar. Hann var herfyri eisini og royndi seg á U19-liðnum hjá danska felagnum Skanderborg.

Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála við ÍBV.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

64 Leygardagur 03. apríl 2021

Allir halda fram í Klaksvík

Útlendsku leikararnir hava verið profilar og sera virknir í ungdómsdeildini, og teir hava, eins og høvuðsvenjarin Áki Mørk, longt sáttmálan. Lagt verður eisini afturat í hópinum og venjaratoyminum

Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, saman við Valentino Valentakovic, Áka Mørk, David Henigman og Vuk Stevanovic, sum allir hava longt sáttmálan við felagið (Mynd: nordlysid.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Team Klaksvík endaði á 5. plássi í grundspælinum í Burndeildini hjá monnum - tvey stig frá 4. plássi - og liðið gjørdi serliga í byrjanini av kappingarárinum vart við seg. Liðið hevur ongantíð áður fingið 17 stig, og nú skulu klaksvíkingar royna at vinna niðara endaspælið - eins og teir gjørdu í 2019. 

Í Klaksvík eru fyrireikingar til komandi kappingarár, har tað skal byggjast uppá, farnar í gongd, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið, at profilar halda fram, og at nýggir menn eisini koma inn.

Seinastu tvey kappingarárini hevur Áki Mørk staðið á odda fyri liðnum, og greitt er nú, at venjarin heldur fram. Afturat honum fær hann ein annan havnarmann, Hans Arna Thomsen, sum hjálparvenjara. Hans Arni hevur eina fortíð í felagnum sum leikari.

[object Object]
Vuk Stevanovic í gjøgnumbroti í fyrsta dystinum í kappingarárinum. Serbin í kappingarárinum millum annað víst gott spælskil (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Í verandi hópi hjá Team Klaksvík eru tríggir útlendingar, sum allir hava gjørt stóran mun í ár. Bakspælarnir Valentino Valentakovic, úr Kroatia, og Vuk Stevanovic úr Serbia hava alt árið verið profilar á liðnum, og tann fyrrnevndi - nevndur Tino - er toppskjútti á liðnum og hevur alt árið verið í oddinum á toppskjúttalistanum í Føroyum.

Báðir hava eisini verið sera virknir sum ungdómsvenjarar, Vuk og Tino verða eisini í Team Klaksvík komandi kappingarár.

Miðskeiðis í kappingarárinum kom kroatin David Henigman til Klaksvíkar saman við damuni Ivanu. Tey hava bæði verið ungdómsvenjarar, og komandi tvey árini vera tey høvuðsungdómsmennarar.

Ungdómsarbeiðið hjá Team Klaksvík blómar í løtuni: Beint undir 100 dreingir eru virknir, nógvir møta upp í yngstu deildunum og trý lið vóru í FaxeKondi steypafinalunum. David Henigman hevur gjørt vart við seg í málinum og sum ungdómsvenjari, og nú er greitt, at hann heldur fram.

Team Klaksvík hevur havt ein heldur smalan leikarahóp. Komandi kappingarár verður vestmenningurin Sámal Jakup Djurhuus partur av besta hópinum, og teir lokalu halda allir fram, boðar felagið frá í tíðindaskrivi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2021

65 Leygardagur 03. apríl 2021

VB gjørt trý-ára sáttmála við Rasmus Stensgaard

Hondbóltur: 23-ára gamli danin skal standa á odda fyri kvinnuliðnum, samstundis sum hann verður knýttur at ungdómsdeildini. VB ásannar, at neyðugt er við longri samstarvi við venjarar, tí útskiftingin av venjarum hevur verið ov stór seinastu árini

Rasmus Stensgaard kom til Vágs fyri fyrstu ferð í 2017 - í summar kemur hann aftur og skal komandi trý árini royna at menna felagið (Mynd: sudurras.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- VB ásannar, at neyðugt er við longri samstarvi við venjarar. Seinastu árini hevur útskiftingin av venjarum verið ov stór, og hetta órógvar menningina, serliga av ungu leikarunum.

Soleiðis verður skrivað í samband við, at VB hevur sett Rasmus Stensgaard í starv aftur, og at partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála.

Danin varð í 2017, sum blaðungur, settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum og sum høvuðsungdómsvenjari. Árið eftir fór hann til Esbjerg at arbeiða sum ungdómsvenjari á kvinnusíðuni - í summar kemur hann aftur til Vágs. Hetta gjørdist greitt fyri stuttum, og hetta skrivar Suðuroyarportalurin.

- Tað eru stórir møguleikar fyri at, saman við øðrum, gera eitt sera gott grundarlag fyri menning í VB og Vági sum heild, og tað fara vit at arbeiða við tey næstu trý árini, og hetta gleði eg meg nógv til. 

Tað sigur Rasmus Stensgaard, ið nú er vorðin 23-ára gamal. 

Umframt at standa á odda fyri besta kvinnuliði felagsins, skal danin verða knýttir at gentum 16 og dreingjum 16 og arbeiða tætt við tí ungdómsvenjara, ið Vágs Bóltfelag fer at seta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

66 Leygardagur 03. apríl 2021

Jónas heldur fram í Stavanger

Spælskiparin úr Hoyvík stórtrívist í norska býnum og felagnum, og hann er ein sera umráðandi partur av spælinum hjá uppflytarunum. Jónas Djurhuus hevur skrivað undir nýggjan eitt-árs sáttmála við Viking

Jónas G. Djurhuus hevur seinastu árini gjørt vart við seg á landsliðnum og í norskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2018/19 spældi Jónas Gunnarsson Djurhuus við Viking Stavanger, sum tá var í næstbestu norsku deildini. Í felagnum vóru tey sera glað fyri føroyska spælskiparan, men hann flutti eftir kappingarárið til Keypmannahavnar fyri at spæla við FIF og fyri at vera saman við unnustuni, ið var við barn.

Á sumri í fjør flutti lítla familjan til Noregs, har Jónas síðani hevur umboðað Viking, ið nú er í bestu deildini. Teir tríggir føroyingarnir í felagnum hava tó ikki verið á vøllinum fyri Viking seinastu tíðina, orsakað av koronureglugerðunum í Noreg, men nú er greitt, at Jónas - eins og Helgi Hildarson Hoydal - skal spæla fyri Viking Stavangar næsta kappingarár.

Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari í gjár, langafríggjadag. Og tað er týðiligt, at fyri Viking Stavenger merkir tað nógv, at enn ein av føroysku landsliðsleikarunum hevur longt sáttmálan. 

- Vit eru sera glað fyri, at Jónas Gunnarsson hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála og harvið verður Víkingaleikara eisini næsta ár. At hava ein annan lyklaleikara uppá pláss, áðrenn vit vita, hvussu hetta kappingarárið endar er sera umráðandi, tá liðið til næsta ár skal setast saman

[object Object]
Jónas í gjøgnumbroti (Mynd: Nanco Hoogstad/vikinghk.no)

Uppflytararnir úr Stavanger hava fingið 9 stig fyri 16 dystir og tað er sama stigatal, sum tvey onnur lið, Fjellhammer og Sandefjord, hava fingið, men fyri 17 dystir. Viking liggur tó nær niðurflytingarstrikuni, er millum tey liðini, sum í løtuni skulu í serliga kapping fyri at sleppa at halda fram í bestu deildini.

Spælskiparin hevur gjørt vart við seg í fremstu norsku deildini og hevur sambært Viking Stavanger víst sera høgt toppstøði fyri felagið men eisini í landsdystinum í Ukreina herfyri. Venjarin, Scott Harrington, sigur, at Jónas uppá stutta tíð er komin inn í leiklutin sum spælskipari og ein av lyklunum til ætlaða spælið hjá liðnum næsta ár. Hoyvíkingurin stórtrívist: 

- Eg eri sera nøgdur við tann leiklutin, ið er havi havt á liðnum í ár, har eg havi fingið nógva ábyrgd. Samstundis so trívíst familjan sera væl í Stavanger, og eg vil tískil verða verandi. Eg havi stóra trúgv uppá projektið, og at vit skulu rótfesta okkum í Rema 1000 deildini - men vit noyðast at vera tilvitaðir um, at tað krevur góðan mentalitet og hart arbeiði í gerandisdegnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2021

67 Leygardagur 03. apríl 2021

Soleiðis endaði Badminton Grand Prix í ár

Úrslitið er avgerandi hvussu spælt verður í FM-kappingini vikuskiftið eftir páskir

Føroyska U19 landsliðið í altjóða kapping í Finnlandi í vetur. Til høgru sæst Fai Yin Wong, sum vann Grand Prix kappingina greitt hjá monnum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Badmintonárið 2020-21 er við at fara aftur um bak. Mótsatt okkara grannalondum hava kappingarnar í Føroyum verið ótarnaðar, og eru nú øll fimm umfør av Grand Prix spæld.

Teir yngstu leikararnir, sum eru tey yngri enn 9 ár, spæla ikki við í grand prix kappingini.

Fremst á listanum, men ikki ovast, stendur Fai Yin Wong, 27 ár. Wong kemur frá Malaysia, og hevur áður verið millum heimsins 300 bestu badmintonspælarar, men nú er hann hjálparlandsliðsvenjari her í Føroyum.

Úrslitini frá Grand Prix er avgerandi fyri, hvussu verður spælt i FM fyri vaksin, sum verður spælt í døgunum 8. til 10. apríl og endar við stóra Kontrast Finaludegnum tann 10. apríl.

Úrslitini av Grand Prix síggjast herundir:

U11 Dreingir: Jónas Festurstein Dam, KBF, 200 stig. Eyðun Lamhauge, KBF, 160, Julian G. Hentze, ÍF, 110, Jóhannus Lamhauge, ÍF, 110

U11 Gentur: Tóra Erlandsdóttir, HBF, 200, Rannvá Ryan, KBF, 170, Paula Jákupsdóttir Høj, KBF, 130

U13 Dreingir: Kristian Jacobsen, ÍF, 200, Fríðrikur J. Helmsdal, KBF, 150, Heini Sólheim Guttesen, HBF, 120

U13 Gentur: Osla Johannesen, KBF, 190, Margreta í Buð, KBF, 189, Inga Guðrin Samuelsen, HBF, 110

U15 Dreingir: Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF, 200, Christian Berg Petersen, HBF, 160, Markus Bjarnason, HBF, 130

U15 Gentur: Julianna í Heiðunum, HBF, 180, Birna Jacobsen, HBF, 160, Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF, 150

U17: Dreingir: Bjarti Samson Vang, HBF, 190, Asbjørn Heide Olsen, HBF, 170, Dávid Flagstad Berg, HBF, 130

U17 Gentur: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, 200, Mia Thorkildshøj, HBF, 150, Ranja Joensen, KBF, 140, Sanna Torkildshøj, 140

Menn: Fai Yin Wong, HBF, 200, Magnus Dal-Christiansen, HBF, 150, Jónas Djurhuus, HBF, 140

Kvinnur: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF, 170, Lena Maria Joensen, KBF, 140, Miriam í Grótinum, HBF, 130 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2021

68 Leygardagur 03. apríl 2021

Klaksvíkingar kláraðu seg best

Badminton: Farna vikuskifti varð skipað fyri FM í einmansleiki fyri børn og ung – kappingin var í Klaksvík, og vóru tað eisini klaksvíkingar, sum kláraðu seg best

U11 dreingir (Mynd: Klaksvíkar Badmintonfelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta vikuskifti varð skipað fyri FM í einmansleiki í badminton. 95 spælarar frá trimum feløgum høvdu teknað seg til kappingina í KÍ-høllini í Klaksvík.

Úr Havnar Badmintonfelag vóru 54 spælarar, úr Klaksvíkar Badmintonfelag vóru 30 spælarar, og ÍF kom við 11 spælarum. Á skránni vóru 175 dystir.

Kappingin gekk væl, og vóru tað vertirnir úr Klaksvík, sum kláraðu seg best. Tað bleiv til seks gullheiðursmerki til Klaksvíkar Badmintonfelag, og fýra gullheiðursmerki til Havnar Badmintonfelag.

Vinnarnir í U9 gjørdust hjá dreingjum tann bert seks ára gamli Aron Arge úr KBF og hjá gentum gjørdist Gunhild Arge føroyameistari.

Hjá U11 vann HBF hjá gentum við Tóru Erlandsdóttir meðan Jónas Festurstein Dam úr KBF gjørdist Føroyameistari hjá dreingjum.

Hjá U13 gjørdist Osla Johannesen úr KBF føroyameistari og Tóki Yngvason Guttesen úr HBF vann gull hjá dreingjum.

Í U15 gjørdist Ranja Joensen úr KBF føroyameistari meðan Christian Berg Petersen úr HBF vann gull hjá dreingjum

Í U17 gjørdist Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF Føroyameistari hjá kvinnum, meðan Bjarti Samson Vang úr HBF gjørdist Føroyameistari hjá monnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021

69 Leygardagur 03. apríl 2021

Bridge: Liðið hjá Dánjal Paula Mohr er føroyameistari

Seinastu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali farna leygardag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Undan seinastu trimum umførunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu við 187,49 stigum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen lógu á øðrum og triðja plássi við ávikavist 168,44 stigum og 166,75 stigum.

Ovastu trý liðini møttust øll innanhýsis í hesum seinastu umførunum, so hóast onki var avgjørt, lá liðið hjá Dánjal Paula Mohr best fyri at vinna FM-heitið.

Úrslitið gjørdist, at liðið hjá Dánjal Paula Mohr helt áfram við støðuga avrikinum teir hava víst gjøgnum kapingina, og vann FM heitið sannførandi við at vinna báðar innanhýsis dystirnar móti kappingarneytunum á øðrum og triðja plássi.

Á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr leiktu: Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Egil Sondum.

Liðið hjá Boga Simonsen vann innanhýsis dystin móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, og sum hini úrslitini lagaðu seg, hevði hetta við sær at liðið hjá Boga Simonsen tók seg framum og endaði á øðrum plássi.

Á liðnum hjá Boga Simonsen leiktu: Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin, Dia Jacobsen, Robert Langgard, meðan liðið hjá Allan Dal-Christiansen var mannað við: Allan Dal-Christiansen, Pól Egholm, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen, Heðin Mouritsen.

Úrslitini fyri seinastu trý umførini vóru hesi:

Umfar 12:
Oddmar Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag, 12,98 – 7,02
Danny Danielsen – Jassarnir, 16,93 – 3,07
Dánjal Pauli Mohr - Salomon Johansen, 14,58 – 5,42
Allan Dal-Christiansen - Bogi Simonsen, 5,24 – 14,76

Umfar 13:
Allan Dal-Christiansen – Oddmar Danielsen, 20,00 – 0,00
Bogi Simonsen - Dánjal Pauli Mohr, 4,89 – 15,11
Salomon Johansen – Danny Danielsen, 5,06 – 14,94
Jassarnir - Suðuroyar Bridgefelag, 1,67 – 18,33

Umfar 14:
Oddmar Danielsen - Jassarnir, 18,23 – 1,77
Suðuroyar Bridgefelag - Salomon Johansen, 3,07 – 16,93
Danny Danielsen – Bogi Simonsen, 6,59 – 13,41
Dánjal Pauli Mohr - Allan Dal-Christiansen, 18,33 – 1,67

Endaliga støðan gjørdist hendan:
Dánjal Pauli Mohr 235,51 stig
Bogi Simonsen 199,81 stig
Allan Dal-Christiansen 195,35 stig
Danny Danielsen 128,45 stig
Oddmar Danielsen 122,49 stig
Salomon Johansen 104,21 stig
Suðuroyar Bridgefelag 84,17 stig
Jassarnir 50,01 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2021

70
Leygardagur 03. apríl 2021

Uppskrift: Fittar páskakoppakøkur

Stuttligt at gera við børnunum

 
SkrivaÐ:

Sóley Dimon

Hesar fittu páskakaninirnar kanst tú gera í páskafrítíðini saman við børnunum. Tær eru bæði nemmar og stuttligar at gera.

Tilfar til 12 stk.

115 g mjøl

1 ½ tsk bakipulvur

115 g bleytt smør

115 g sukur

2 egg

Fínt rivið skal av einari vistfrøðiligari sitrón

2 spsk mjólk


Hvítt sjokoláta smørkrem:

230 g smør

150 g hvít sjokoláta

1 tsk vanilju ekstrakt

440 g flormelis


Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á 190 stig

Síla mjøl og bakipulvur í ein bolla. Koyr síðani smør, sukur, egg, sitrónskal og mjólk í og píska alt væl saman. Koyr deiggið í koppakøkuformar við eini skeið.

Baka køkurnar í 16-20 min ella til tær eru rísnar og gyltar. Lat tær kólna áðrenn kremið verður koyrt á.

[object Object]

Kremið:

Píska smørið til tað er ljóst og kremut.

Koyr vanilju ekstrakt og helvtina av flormelisinum í smørið og píska.

Stoyt síðan restina av flormelisinum í og píska aftur.

Smelta sjokolátuna og lat kólna eitt sindur.

Koyr smeltaðu sjokolátuna í og píska til tað er javnt og bleytt.

Um smørkremið tykist ov turt, kann eitt sindur av mjólk latast í.


Pynt:

Sukur

Pastafarva

Skúmgæti

Kokus

Sukureygu

Krymmel

[object Object]

Koyr sukur og pastafarvu í ein plastposa. Arbeið tað væl saman og rist posan av og á.

[object Object]

[object Object]

Klipp síðani skúmgætið skrátt sum víst á myndini.

Dippa tann klipta endan niður í litaða sukurið.

[object Object]

Sproyta smørkremið á koppakøkurnar og dippa tær í kokus so tað dekkar kremið.

Set síðan oyrini, eyguni, nøsina og snoddhárini á.

[object Object]


Stutt um meg

[object Object]

Eg eiti Sóley Dimon og eri 30 ára gomul, búgvi í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava vit tveir synir. Eg eri útbúgvin námsfrøðingur og starvist í barnagarðinum Mýrifípan. Mær dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabba, ið allir vóru kondittarar.

Instagram: baksturogkrea_ur_gamlabo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2021