Leygardagur 10. apríl 2021 | Nr. 15 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 7
SíÐa 3
SíÐa 37
SíÐa 25
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað er eitt ósamsvar millum hvussu nógvar pengar og orku vit leggja í at bjarga mannalívum, og hvussu nógv vit síðan leggja í hesi somu mannalív, tá lív teirra er bjargað.
Hetta vísti vælgjørdi dokumentarurin, sum varð vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya hóskvøldið.
Ein maður í besta aldri – á hægsta tindi í síni løgfrøðiligu starvsleið og ein av okkara dyggu symfonikarum – fær ein tilburð.
Alt verður sett í gongd fyri at bjarga lívinum. Flogfar leigað til at flúgva hann niður á betri sjúkrahús. Tað eydnast at bjarga lívinum. Men skaðin er álvarsligur. So mikið álvarsligur, at neyðugt er við miðvísari uppvenjing fyri at læra hann tey mest grundleggjandi tingini fyri bara at kunna virka so nøkulunda.
Við professionellari hjálp eydnast tað at fáa henda mannin og pápan so mikið birgan, at hann kann sendast heim aftur til familjuna í Føroyum.
Men dokumentarurin vísti, at tað ikki neyðturviliga hevur gagnað sjúklinginum at verða sendur heim – tí professionella hjálpin er ikki til staðar her. Føroyska almannaverkið er ikki girað til at taka sær av slíkum. Til dømis kann taluvenjing ikki veitast, tí hetta tilboðið bert var ætlað børnum (!).
Eins lívsjáttandi tað er at síggja ávísa framgongd, eins hugstoytt er tað at vera vitni til, hvussu lítið myndugleikarnir leggja í hetta lívið, tá tað einaferð er bjargað, og síðan einans hevur tørv á hjálp og eini miðvísari ætlan, sum kann gera gerandisdagin hjá viðkomandi nøkulunda virðiligan.
Sæð við teimum kensluleysu brillunum, so er ikki samsvar ímillum ta vælvild, sum lívbjargandi myndugleikin vísir í upprunaligu kreppustøðuni til máttloysið, sum sosiali myndugleikin kann veita tá tað ikki longur snýr seg um lívbjargandi viðgerð.
Vit hoyrdu børn í sendingini greiða rørandi frá, hvussu tað er at hava ein pápa, sum bæði er til staðar og allíkavæl ikki, tí persónurin ikki er tann sami. Tað sigur seg sjálvt, at fólk í slíkari støðu kenna ein beiskleika tá tey vita, at meira kundi verið gjørt fyri at bjarga hesum mannalívinum – veruliga bjarga.
Eitt samfelag verður altíð dømt eftir hvussu tey veikastu verða viðgjørd og handfarin. Vónandi eru tað politikarar og avvarðandi myndugleikar, sum hava fingið eyguni upp fyri, at her liggur ein stór og týðandi uppgáva á láni.
Enn ber ikki til at siga, um koppsetingin eigur lut í hesum andlátum
Higartil eru tvey fólk deyð í Føroyum lutfalsliga stutt eftir at tey hava verið koppsett við covid-19 koppseting.
Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, fyri Blaðnum Vikuskifti.
Blaðið bað um innlit í, hvussu nógv fólk í Føroyum eru deyð eftir, at tey eru koppsett, hvør deyðsorsøkin var og hvussu gomul tey vóru.
Landslæknin upplýsir, at tveir deyðstilburðir eru skrásettir. Annar hendi 14 dagar eftir koppseting og hin millum eitt og tvey samdøgur eftir koppsseting.
Í hesum báðum førunum er rættarlæknalig líkkanning gjørd, men kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tí er ikki møguligt at gera nakra niðurstøðu um koppsetingin hevur verið viðvirkandi orsøk til, at persónurin doyði, skrivar Lars Fodgaard Møller í svarinum.
Hann hevur heldur ikki møguleika fyri at upplýsa aldurin á teimum deyðu. Hesir upplýsingar verða mettir sum viðkvæmir persónsupplýsingar eftir sum tilburðirnir eru so fáir, og verða tí ikki upplýstir.
Landslæknin upplýsir, at í sambandi við at koppsetingarnar móti covid-19 vórðu góðkendar, hevur landslæknin umvegis felagið hjá føroysku læknunum kunnað allar læknarnar um herdu fráboðanarskylduna í sambandi við illgruna um hjáárin eftir koppseting.
Læknarnir hava eisini fingið boð um at boða løgregluni frá øllum deyðstilburðum, sum henda innan fyri sjey dagar eftir koppseting, til tess at fáa framt rættarlæknaliga líkkanning.
Landslæknin hevur í kunngerð eisini fingið møguleika fyri at fremja rættarlæknaligar líkkanningar í hesum førum. Útreiðslurnar í hesum sambandi tekur danska heilsumálaráðið sær av, skrivar landslæknin í svarinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021
Tey flestu óttast avleiðingarnar, vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt
Átta út av tíggju føroyingum siga glaðbeintir jatakk til tilboðið um at verða koppsett móti korona.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
500 føroyingar yvir 18 ár fingu henda spurningin: “Fert tú at lata teg koppseta fyri koronu, tá ið tú fært tað í boðið?”
80,6 prosent av teimum, sum svaraðu søgdu ja. 6,0 prosent søgdu nei og 13,4 prosent ivaðust og søgdu seg ikki vita.
Av teimum knapt 20 prosentunum, sum siga seg ivast, ella beinleiðis siga nei, eru tað yvir helmingurin – 52,6 prosent – s um gera tað, tí tey óttast hjáárini av vaksinuni.
Knapt 20 prosent siga seg ikki hava álit á koppsetingini, góð 7 prosent siga seg ikki hava álit á myndugleikunum, og góð 20 prosent siga aðrar orsøkir vera til, at tey ikki lata seg koppseta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021
Hjúnini Martin Karl Olsen og Birita Dalsgaard Olsen, sum seinastu árini hava rikið caféina á Mølini, hava eisini havt ein dreym um at bjóða gisting í økinum, og tá Hotel Skálavík lat aftur, gjørdu tey av at fara í gongd
Í desember 2019 lat Hotel Skálavík aftur, men í summar verður eitt nýtt gistingarhús væntandi klárt í bygdini. Tað eru hjúnini Martin Karl Olsen og Birita Dalsgaard Olsen, sum síðan 2018 hava rikið caféina á Mølini, sum standa aftan fyri verkætlanina.
Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá teimum báðum at bjóða gisting í økinum, men áðrenn Hotel Skálavík lat aftur, høvdu tey ongan skund.
– Vit hava merkt eftirspurning eftir kømrum í Sandoynni, síðan hotellið lat aftur, og tað er tað, sum hevur gjørt, at vit eru farin í gongd, sigur Martin Karl Olsen.
– Vit høvdu nokk ikki farið í holt við tað longu nú, um tað var, at hotellið framvegis var opið, so tað at hotellið lat aftur, gjørdi tað at vit máttu fara í holt við hetta beinanvegin.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Tíggju kømur klár um miðjan juni
Byrjað var at grava og planera í januar 2020, og sjálvt húsið fóru tey í holt við í oktober mánað sama árið. Martin Karl og Birita satsa uppá, at alt er liðugt um hálvan juni, soleiðis at mann kann bjóða gestum vælkomnum, men júst nær tað fer at bera til at umbiðja sær kamar, tora tey enn ikki at siga.
Nýggja gistingarhúsið á Mølini hevur tíggju kømur, sum eru umleið 22 fermetrar til støddar. Hvørt kamar hevur egið baðirúm og gott havútsýni. Tann endin av húsinum, sum vendir út móti sjónum er allur glas, sigur Martin Karl.
Í løtuni eru tey í ferð við at smíðja, og leggja vatn inn í húsið. Alt er komið í ordan við hita, men enn manglar trægólv, loftið, el og innbúgv. Málarar kunnu væntandi koma inn um tvær vikur, segði Martin Karl, tá Blaðið Vikuskifti tosaði við hann mikudagin.
– Eg giti, at tá vit eru komin um hálvan mai, tá vita vit, um tað fer at eydnast hjá okkum at blíva liðug til hálvan juni, sigur Martin Karl, sum leggur afturat, at tey væntandi fara at lýsa við gistingum í fyrru helvt av mai.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Korona var eingin forðing
Sum áður nevnt, byrjaði arbeiðið í januar í fjør, tveir mánaðir áðrenn koronasmittan byrjaði at gera um seg í Føroyum, men Martin Karl heldur ikki, at korona hevur seinkað arbeiðið, tvørturímóti.
– Faktiskt hava vit verið so heppin, at korona gjørdi tað, at vit fingu timburmenn at smíðja. Eg haldi faktiskt, at korona hevur verið orsøkin til, at vit eru komin so langt sum vit eru, sigur hann.
Hava fingið nógvar fyrispurningar
Longu nú hava Martin Karl og Birita fingið nógvar fyrispurningar. Nógvir gestir koma inn á gátt á caféini at spyrja, nær tey kunnu bíleggja sær kamar, og eisini fáa tey fyrispurningar umvegis teldupost og sms.
Flestu fyrispurningarnir koma frá øðrum føroyingum, men virksemi teirra hevur eisini verið umrøtt í útlendskum tíðarritum, umframt at tey hava fingið fyrispurningar frá útlendingum, sum hava vitjað caféina.
Martin Karl væntar tó, at eftirspurningurin úr útlondum fer at vaksa, tá tey eru komin í gongd, men talan verður helst mest um føroyingar, sigur hann.
– Tað fer nokk at verða so, at útlendingar eisini fáa eyguni upp fyri okkum, og velja at búgva t.d. í Skálavík heldur enn mitt í Havnini. Tað er kanska, tá tunnillin er liðugur og sovorið, at tað verður veruleiki. Men vit basera okkum ikki bara uppá útlendingar. Vit satsa eisini uppá, at føroyingar koma at vitja okkum.
(Mynd: Cafein á Mølini í Skálavík)
Fjórða ættarliðið á Mølini
Tað gongst væl hjá hjúninum at reka caféina í gomlu húsunum á Mølini, og tey hava nógv at gera, sigur Martin Karl.
Nógv virksemi hevur verið í húsunum gjøgnum tíðina, og er talan tí um ein søguligan bygning. Virksemið byrjaði í 1889, og líka fram til í dag hevur verið ymiskt virksemi í bygninginum, m.a. handil, posthús, rúsdrekkasøla, og ølgoymsla hjá Føroya Bjór.
(Mynd: Cafein á Mølini í Skálavík)
Tann, sum byrjaði virksemið á Mølini fyri 132 árum síðani var eingin annar enn langabbi Biritu, og er hon sostatt fjórða ættarliðið á Mølini.
– Tað er søguligt. Vit gera ikki annað enn tað, sum hesi ættarliðini hava gjørt hvørt eftir annað – byggja uppá tað sum er, og fáa tað at vaksa. Tað er tað, sum tað snýr seg um, sigur Martin Karl.
Hóast nógv er at gera er talan tó ikki um fulltíðarvirksemi hjá Martin Karl og Biritu, sum bæði hava annað starv við síðuna av. Tey arbeiða bæði á Skúlanum á Fløtum í Havn, hann sum varaskúlastjóri, og hon sum lærari.
Martin Karl heldur tað tó ikki vera ósannlíkt, at hetta ein dagin kann gerast til fulltíðarvirksemi. Í løtuni verða tíggju kømur gjørd, men ætlanin er at gera fleiri í framtíðini. Tað, sum verður bygt nú, er bert at rokna sum fyrsta byggistig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021
Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini
Ætlanin at seta ein stóran marglittan glaskross upp á Høganesi hevur elvt til nógv kjak kring landið. Nógv halda at hetta er eitt gott hugskot, men nógv onnur eru ímóti.
Nú er greitt, at ætlanin er slept. Hesum boðaðu stigtakararnir, sum saman við listafólkinum hava skift orð um ætlanina um høgtíðina, frá í stuttum skrivi hósdagin.
- Ásannandi at henda ætlan ikki er til gleði fyri øll, men at fólk av ymiskum ávum ikki taka undir við ætlanini, meta stigtakarar og listafólkið, at skilabest er at sleppa ætlanini
Síðani kunningarfundin á Svangaskarði 23. mars hevur høvi verið at sæð modell av listaverkinum á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu. Fólk hava síðani havt møguleika at borið fram sína hugsan um ætlanina.
Tróndur Patursson skuldi gera krossin. Eftir ætlan hevði hann verið 17 metrar og harvið verið sera sjónligur við millum annað Skálafjørðin.
Áleið soleiðis hevði tað sæð út á Høganesi, um krossurin hevði komið upp
Ístaðin fer tað framhaldandi at síggja soleiðis út (Mynd: nes.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Í mun til politiska litin er tó nógvur munur á hvat fólk hildu um verkætlanina, vísir kanning hjá Spyr.fo
Tá Nes kommuna og stigtakararnir í vikuni boðaðu frá, at tey hava slept ætlanini um at seta ein kross upp á Høganesi, tí at fólki ikki dámar ætlanina, so er hetta í tráð við veruleikan.
Í hvussu so er sambært eini kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti í farnu viku, spurdu tey eisini um áskoðanina hjá fólki til krossin á Høganesi.
Nærum helmingurin av teimum spurdu – 49 prosent – svaraðu nei til henda spurningin: “Heldur tú, at ein standmynd, ið ímyndar ein kross, skal setast upp á Høganesi?”
28 prosent søgdu ja og 23 prosent svaraðu ‘veit ikki’.
Javnt fyri og ímóti í Eysturoynni
Í hesum spurningi er sjálvandi eisini áhugavert at hyggja eftir hvat fólk halda, alt eftir hvar tey búgva. Møguligt er ikki at fara so langt niður í tølini, sum til hvørja kommunu sær – til tað er grundarlagið ov spinkult – men møguligt er at síggja hvat áskoðanin er í teimum ymsu økjunum.
Fólk í Eysturoynni eru als ikki sannførd um ætlanina. 40 prosent søgdu seg vera fyri, men líka nógv vóru ímóti.
Tað var bara í Norðoyggjum, at flest vóru fyri. Av teimum spurdu í Norðoyggjum vóru 34 prosent fyri, 33 prosent ímóti, men eisini 33 prosent, sum søgdu seg ikki vita.
Í Norðstreymi og Vágum vóru 31 prosent fyri og 49 ímóti, í Sandoy og Suðuroy vóru 30 prosent fyri og 39 ímóti og í Tórshavn var nógv minst undirtøka fyri krossinum, 18 prosent fyri og 59 ímóti.
Um áskoðanin hjá Eysturoy og Norðoyggjum verður løgd saman, so vóru her 38 prosent fyri og 37 ímóti, meðan tølini fyri restina av landinum vóru 23 prosent fyri og 55 ímóti.
Samgonguflokkar fyri – andstøðan harðliga ímóti
Spyr.fo hevur eisini hugt eftir hvat fólk svaraðu í mun til flokkin tey høvdu valt, um løgtingsval var.
Og her er úrslitið meira greitt. Av fólkunum, sum siga seg velja ein av núverandi samgonguflokkunum, eru 47 prosent fyri og 27 ímóti, meðan veljarar hjá andstøðuni eru 13 prosent fyri og 67 ímóti.
Størsta undirtøku hevur krossurin millum veljararnar hjá Sjálvstýri, har 60 prosent eru fyri og 40 ímóti (sigast skal, at her er grundarlagið lítið og óvissan tí høg). Í Miðflokkinum eru 50 prosent fyri og 17 ímóti. Í Fólkaflokkinum 47 prosent fyri og 25 ímóti og í Sambandsflokkinum 44 prosent fyri og 34 ímóti.
Í Tjóðveldi vóru 15 prosent fyri og 70 ímóti, í Javnaðarflokkinum 11 prosent fyri og 65 ímóti og minst undirtøku hevði krossurin millum veljararnar hjá Framsókn, har 8 prosent vóru fyri og 76 ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Halda at krossurin skemmir umhvørvið
Tey, ið vóru ímóti ella ivaðust, høvdu eisini møguleika at grundgeva fyri hví. Tey høvdu hesar valmøguleikar: “Eg haldi, at standmyndin skemmir náttúruna og umhvørvið”, “Mær dámar ikki súmbolikkin við krossinum” og “Aðrar orsøkir”.
Samlaða úrslitið vísir, at flest søgdu “aðrar orsøkir” vera fyri at ivast ella vera ímóti. 28 prosent svaraðu hetta. 26 prosent hildu standmyndina vera skemmandi meðan 18 prosent vóru ímóti súmbolikkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021
Miðalferðslan í mars var 4.300 bilar um dagin
Ferðslan gjøgnum Eysturoyartunnlin øktist rættiliga nógv frá februar til mars mánað. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri Eysturoyartunnilin.
Hagtølini fyri mars eru nú dagførd, og tey vísa, at miðalferðslan um samdøgrið í mars var 4.297 bilar. Hetta er rættiliga væl meira enn í februar, tá tað koyrdu 3.875 í miðal gjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Tølini eru tó ikki nærhendis fyrsta fulla mánaðinum, tá tunnilin var opin, í januar, tá miðalferðslan var 4.667. Men tá skal havast í huga, at fyrstu góðu vikuna var ókeypis at brúka Eysturoyartunnilin, og eftir at gjaldsskipanin varð sett til, uppstóð ein ávís ónøgd við prísirnar og fleiri søgdu seg ikki vilja brúka tunnilin so leingið støðið fyri at koyra ígjøgnum er tað núverandi.
Enn eru ikki nógvir mánaðir gingnir, men hækkingin av miðalferðsluni frá februar til mars sigur helst, at fleiri nú hava góðtikið prísstøðið, og velja Eysturoyartunnilin heldur enn alternativið, sum er umvegurin gjøgnum Norðskálatunnilin og Sundalagið. Sigast skal eisini, at tunnilsfelagið hevur regulerað prísstøðið fyri vøruvognar, og hetta kann hava ávirkan á ferðluvøksturin.
Men enn er langt frá ætlaðu metingini av ferðsluni, sum varð sett at vera oman fyri 6.000 akfør um dagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Hvalbiartunnilin letur upp um ein mánað
Um ein mánað letur nýggi Hvalbiartunnilin upp. Tað upplýsir Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki fyri útvarpinum.
Ætlanin var, at tunnilin skuldi lata upp í hesum mánaðinum, men lutir til stýrisskipanina mangla enn, og teir koma ikki til landið fyrr enn seinni í hesum mánaðinum.
Nýggi Hvalbiartunnilin er 2.500 metrar langur umframt 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin.
Játtanin til tunnilin er 272 milliónir. Nýggja farleiðin fer at avloysa gamla eittsporaða Hvalbiartunnilin, sum lat upp í 1963.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Heimauppihaldið verður stytt úr seks niður í fýra dagar – hvussu verður við festivalum, verður væntandi greitt um nakrar vikur, sigur landsstýrið
Frameftir kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Hetta er uttan mun til, um tað er uttandura ella innandura. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at spora møguliga smittu.
– Við góðu smittugongdini í huga, halda vit, at tað er ráðiligt at taka enn eitt fet ímóti einum vanligum gerandisdegi. Tað hevur ikki verið nakar smittutilburður í skjótt ein mánað, og vit nærkast trimum mánaðum síðani, at vit staðfestu koronasmittu innanhýsis í Føroyum. Teir tilburðir, ið hava verið seinastu mánaðirnar, hava allir havt samband við útheimin, greiðir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá.
Landsstýrið hevur eisini gjørt av at stytta heimauppihaldið fyri tey, ið ikki eru liðugt koppsett, úr seks døgum niður í fýra dagar. Heimauppihaldið er tíðarskeiðið eftir, at tú ert komin til Føroya úr útlondum. Meðan tú ert í heimauppihaldi, verður mælt til, at tú ikki fert til arbeiðis, í skúla og ikki kemur saman við øðrum fólki fyrr enn negativu kanningina á fjórða degi. Í hesum tíðarskeiði ber til at fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.
Fremsta orsøkin til, at tað verður mett skynsamt at stytta heimauppihaldið, er, at tilgerðartíðin (inkubasjónstíðin) hjá bretska koronufrábrigdinum er styttri enn hjá vanliga koronufrábrigdinum.
Landsstýrið viðger framvegis, nær tað er ráðiligt at skipa fyri teimum stóru festivalunum. Heilsufakligi myndugleikin hevur fleiri fyrivarni, ið mugu umrøðast nærri, og tí ber ikki til at siga við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur.
– Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir at svara. Á einum stórum festivali eru møguleikarnir at smittuuppspora sera avmarkaðir. Tað eru vanliga nógv ung undir 16 ár til slíkar festivalar, og í løtuni er ikki ætlanin at koppseta tey. Tað merkir við øðrum orðum, at tey kunnu bera smittuna. Tað hevur eydnast at avmarka covid-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu, vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Hon hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst 1. august, og tí verður farið undir at seta nyggjan stjóra í næstum
Í summar skal Løgmansskrivstovan hava nýggjan stjóra.
Núverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, hevur boðað løgmanni frá, at hon formliga gevst í starvinum 1. august.
Marjun Hanusardóttir fylti 67 ár fyrr í ár, og í summar hevur hon verið í starvinum sum løgmansstjóri í 25 ár.
Í næstum verður farið undir tilgongdina at seta nýggjan løgmansstjóra, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Longu í november skal nýggja vindmyllulundin við Gellingarklett vera í rakstri og framleiða orku svarandi til el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum - 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum
Umhvørvisstovan góðkendi hósdagin umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta seks vindmyllur upp við Gellingarklett oman fyri Havnina. Hetta vera vindmyllur av slagnum Vestas V117 - 4.2MW.
Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til streym-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til umleið 26 prosent av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.
Samlaði framleiðslumátturin er 25,2 MW, og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.
(Mynd: Umhvørvisstovan)
Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í heyst og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í november 2021.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt fegnast um at felagið vann útboðið.
- Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á umleið 19.000 tons av olju, sigur hann í tíðindaskrivi.
Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini.
- Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin. Tí fegnast vit um at hava vunnið útboðið, og eru sera spent uppá at fara í gongd við verkætlanina. Endamálið hjá okkum er at veita føroyska samfelagnum orku, so hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Pf. Effo og Spf. Røkt eiga 50 prosent hvør í Vindrøkt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum
Um átta tíðina hósmorgunin sakk alibáturin Krossteinur, sum hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrost í Hovi. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, skrivar Bakkafrost í fráboðan.
Óhappið hendi hálvan fjórðing út fyri Porkerisnesi, millum Hovsfjørð og Vágsfjørð.
Krossteinur og alibáturin Stórafles fóru saman út frá bátahylinum í Hovi kl. 5.30 út á alibrúkið á Hovsfirði til tess at tryggja alibrúkið, nú hann aftur boðaði frá nógvum vindi.
Komnir áraka aliøkið í Hovi hitnaðu motorarnir umborð á Krossteini, roykur sást, og báturin byrjaði at fáa slagsíðu. Stórafles kom beinanvegin til Krosstein og fekk manningina umborð. Stutt eftir sakk Krossteinur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Tvær myndir tiknar samstundis seinnapartin hósdagin. Ein í Havn og ein í Klaksvík
Myndirnar omanfyri eru tiknar út gjøgnum vindeyga samstundis seinnapartin hósdagin. Ein skuldi næstan ikki trú, at hetta var í sama lítla landi, men onnur myndin er úr veðurgóða Vágsbotni í Havn og hin undir Klakki í Klaksvík.
Gamaní var eitt lítið følv í høvuðsstaðnum, men tað var einki í mun til nógva kavan og vindin í norðara partinum av Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Hugtakandi myndir úr Mikladali í høgættarstorminum í vikuni
Pól Sundskarð, sum gongur nógv í fjøllunum, og eisini gleðir lesararnar hjá Portalinum við sínum náttúrumyndum, var týsdagin ein túr í Kallsoynni, har hann m.a. fekk hesar hugtakandi myndir av kókakonuni í Mikladali:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum harmast um, at blaðið hevur verið við til at reinsa ein mann, sum tilvitað hevur framt hesar ógerðir
Sosialurin biður nú treytaleyst orsaka í sambandi við tema í Vikuskiftis Sosialinum í 2016, har evnið “slatur” varð umrøtt, og ein samrøða varð gjørd við ein mann, sum í síðstu viku fekk fongsulsdóm í stóra pedofilimálinum.
- Hóast gerðirnar, sum maðurin er dømdur fyri, eru framdar eftir samrøðuna í Sosialunum, so kenna vit okkum misbrúkt av, at ein sjúkur maður hevur logið fyri okkum, og øllum keldunum, sum vit tosaðu við í sambandi við málið. Hann hevur eisini logið fyri øllum teimum, sum vardu hann, skrivar Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á síðu 2 í Vikuskiftis Sosialinum.
Hesin maðurin var tá ikki meldaður ella skuldsettur, og segði seg vera komnan illa fyri av slatrinum. Sambært Sosialinum setti blaðið seg í samband við tey, sum bóru hendan slatur, men eingin vildi stíga fram og greiða frá.
- Vit eru sera hørm um, at hetta hevur staðið ósvarað í fimm ár, og at okkara blað soleiðis hevur verið við til at reinsa ein mann, sum tilvitað hevur framt hesar ógerðir og soleiðis við beráddum huga hevur misbrúkt okkara álit.
- Ætlanin hjá okkum hevur sjálvandi ikki verið at verja ein pedofil, og tí viðja vit tryetaleyst orsaka, skrivar Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.
Les eisini: Dómurin í pedofilimálinum kærdur til landsrættin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
50 bilar av slagnum Kia og 41 bilar av Hyundai. Higartil í ár er sølan av akførum 18 prosent hægri enn í fjør
Sølan av bilum av merkinum Kia var høg í mars. Tað er Bilrøkt, sum umboðar suðurkorenska bilmerkið, sum seldi sera væl í mars. Heili 50 nýggj akfør av hesum slagnum vórðu skrásett síðsta mánað, og hetta gevur heiðurin sum mest seldi bilur í mars, sambært hagtølunum hjá Akstovuni.
Kia yvirtekur samstundis plássið sum mest seldi bilur í ár við 91 bilum tilsamans - harav 50 í mars.
Eitt annað suðurkoreanskt merki, sum veruliga ger um seg, er Hyundai, sum Waag nú umboðar. Sambært hagtølunum hjá Akstovuni fóru 41 akfør av slagnum Hyundai um diskin í mars.
Á triðja plássi er Ford hjá Wenzel við 37 nýggjum akførum í farna mánað.
Økt við 18 prosentum
Tað var í mars mánað í fjør, at koronafarsóttin rakti Føroyar, og rakti eisini søluna av akførum. Men nú bendir alt á, at verulig ferð á er komin á aftur, tí í mun til 188 nýggj akfør, sum vóru skrásett í mars 2020, eru tað í ár skrásett heili 365 akfør í mars. Ein øking upp á 177 akfør.
Samlaða sølan fyri árið higartil er eisini væl hægri enn somu mánaðir í fjør. Sølan frá januar til mars 2020 var 640 akfør, meðan tað somu mánaðirnar í ár eru skrásett 756 akfør. Ein øking upp á 18 prosent.
1. Kia 50 akfør
2. Hyundai 41 akfør
3. Ford 37 akfør
4. Volkswagen 28 akfør
5. Toyota 28 akfør
6. Volvo 25 akfør
7. Suzuki 16 akfør
8. Renault 14 akfør
9. Mercedes-Benz 13 akfør
10. Citroën 12 akfør
1. Kia 91 akfør
2. Ford 80 akfør
3. Toyota 70 akfør
4. Volkswagen 70 akfør
5. Volvo 54 akfør
6. Hyundai 49 akfør
7. Renault 41 akfør
8. Mercedes-Benz 36 akfør
9. Citroën 33 akfør
10. Nissan 31 akfør
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Ein bólkur av leiðandi starvsfólkum og nevndarlimum keypa bróðurpartin av íslendska ognarlutinum, og verandi høvuðspartaeigarin, Tjaldur, keypir eftirverandi partin, soleiðis at Nema nú kemur 100 prosent á føroyskar hendur, boðar felagið frá í tíðindaskrivi
Beint fyri páskir boðaði Vodafone Ísland keypsskálanum frá, at felagið hevði undirskrivað avtalu um at selja sín ognarlut í føroysku KT- og telefyritøkuni Nema.
Ein bólkur av leiðandi starvsfólkum og nevndarlimum í Nema keypa bróðurpartin av íslendska ognarlutinum, og verandi høvuðspartaeigarin Tjaldur keypir eftirverandi partin, soleiðis at Nema nú kemur 100 prosent á føroyskar hendur.
Vodafone Ísland átti upprunaliga allan partapeningin í telefelagnum Hey, áðrenn felagið varð lagt saman við Nema. Eftir samanleggingina áttu íslendsku eigararnir 49,9 prosent av samanlagda felagnum, og síðan hevur verið arbeitt við at yvirtaka seinasta partin.
– Við hesum eru vit komin á mál við at fáa samanløgdu fyritøkuna fult og heilt á føroyskar hendur. Nema hevur stóran samfelagsligan týdning sum veitari av framkomnum tele- og KT-loysnum til stóran part av føroysku vinnuni, almenna geiran og einstøku húsarhaldi. Tað er sera umráðandi at vit hava sterkar fyritøkur í Føroyum, ið kunnu ganga á odda í tøkniligu menningini og skapa loysnir, ið hóska til føroysk viðurskifti, og tí fegnast vit um, at Nema nú verður enn betur grundfest í Føroyum, sigur Rúnar Reistrup, nevnarformaður í Nema.
Seinastu árini hava leiðsla og starvsfólk í Nema serliga lagt seg eftir at menna nýskapandi loysnir til vinnulív og stovnar, ið hegnisliga samantvinna tele og KT-skipanir. Harumframt hevur Nema gjørt stórar íløgur í at útbyggja 4G farnetið kring landið, har størsta avbjóðingin í fjør var at leggja 4G í allan Eysturoyartunnlin. Farnetið hjá Nema røkkur um alt landið.
Málið hjá nýggju og verandi eigarunum er at menna Nema sum ein sterkan og nýghugsandi KT- og televeitara at vera leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Teldusníkarnir høvdu falsað eina rokning og teldupostsamskiftið. Hetta upplýsir løgreglan, ið tó ikki upplýsir hvørja fyritøku talan er um, og um hvussu stór upphæddin er
Nakrar føroyskar fyritøkur og síður hava í seinastuni verið útifyri, at falskir brúkarar eru gjørdir í teirra navni, og at tey sum standa aftanfyri hava vent sær til føroyskar brúkarar við millum annað at senda vinarumbøn.
Í gjár fekk Føroya Politi eina meira álvarsama fráboðan. Tað, sum er farið fram er, at teldusníkar hava roynt at snýta eina føroyska fyritøku fyri eina størri peningaupphædd.
- Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini royna at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina
Upplýst verður ikki, hvørja fyritøku talan er um, og um hvussu stór upphæddin er.
- Teldusníkarnir høvdu í hesum førið falsað eina rokning og teldupostsamskiftið í eini roynd at snýta starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina
Stóran skund - nýtt kontonummar
Í hesum sambandi ávárar løgreglan aðrar fyritøkur um vandan við CEO-fraud / snýt við rokningum. Víst verður á, at teldusníkar ofta royna at geva eina fatan av, at gjaldingin hevur stóran skund í eini roynd at fáa bókhaldsfólkið at flyta peningin áðrenn tey kanna, um tað veruliga er leiðarin, sum hevur sent teldupostin.
Eisini eiga ávaringarlampurnar at fara at lýsa, tá ein fyritøka móttekur tvær rokningar, har tað á tí seinnu stendur, at kontonummarið á fyrru rokningini var skeivt, ella at teirra bankakonto er undir grannskoðan, og at fyritøkan tí skal flyta peningin til eina aðra konto. Hetta er eftir, at teldusníkarnir hava fingið atgongd til teldupostin hjá fyritøkuni.
Føroya Politi vísur á Facebook-síðu sínari á nakrar orðingar, ið teldusníkarnir ofta nýta í hesum sambandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Havnar Hornorkestur spældi á Glaðsheyggi í túninum hjá Heðini Mortensen mikumorgunin. Borgarstjórin fylti 75
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fylti 75 ár mikudagin 7. apríl.
Hann hevur verið býráðslimur í Tórshavnar kommunu síðan 1973, tað vil siga, at í hesi býráðssetuni - í 2023 - hevur hann sitið í býráðnum í 50 ár. Hann var varaborgarstjóri 2001-2005 borgarstjóri frá 2005 til 2017 og aftur frá 2021.
Mikumorgunin var Havnar Hornorkestur á Glaðsheyggi í Havn uttan fyri húsini hjá Heðini og Hjørdis Mortensen.
Ólavur Frederiksen, Faroephoto, var framvið og tók nakrar myndir.
Jákup Dahl frá Góðan Morgun Føroyar var eisini á staðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Uppskotið um at byggja sjey eigara- ella lutaíbúðir var lagt fram mikukvøldið – 70 fólk vóru møtt upp í Hvalbiar skúla
Mikukvøldið var bjóðað til framløgu um møguleikar fyri at byggja íbúðir á Snæbjarnarvegi í Hvalba, og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan fyri tiltakinum var sera góð, tí uml. 70 fólk vóru komin saman í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla, skrivar Hvalbiar kommuna.
Tað var Jens Christian Joensen, sum stóð fyri tiltakinum. Hann greiddi frá um teir tankar, sum eru gjørdir at byggja sjey íbúðir á økinum. Tað kann antin gerast sum eigara- ella lutaíbúðir, alt eftir hvat áhugin er fyri, segði hann.
Sambært Hvalbiar kommunu er tó greitt, at tørvurin á slíkum íbúðum er sera stórur, tí torført er at fáa hús – til keyps ella leigu – í Hvalba.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Hetta er 8. ferð, at skipað verður fyri BluesPerluni – Á skránni eru framførslur við Froðbiar Blues Orkestri, Sigmund V. P. Zachariassen og Una Debess og Edvard Nyholm Debess
Fyrsta BluesPerlan í 2014, var fyriskipað fyri at heiðra bluestónleikinum í Føroyum, og longu frá fyrstu ferð var stórur áhugi fyri hesum tiltaki og fyrireikararnir, Uni Debess og Edvard Nyholm Debess settu sær fyri at halda fram við hesum árliga bluestiltaki, sum nú verður fyri áttindu ferð.
BluesPerlan byrjaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn (harav navnið), og tá tiltakið síðani flutti inn í Reinsaríið, valdu fyrireikararnir at taka navnið við - tí hetta er blivið ein perla í føroyskum bluestónleiki.
Gjøgnum árini hevur dentur verið lagdur á at hava eina fjølbroytta skrá við bæði nýggjum, góðum gomlum og útlendskum. Hetta seinasta hevur ikki borið til hvørki í ár ella í fjør, tá BluesPerlan var stroymd á alnótini.
Men í ár verður BluesPerlan aftur sum konsert. Hon verður í kvøld, leygarkvøldið 10. apríl klokkan 21 í Reinsarínum, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi.
Tríggir av limunum í navnframa Froðbiar Sóknar Blues Orkestri hava nú tikið seg saman í Froðbiar Blues Orkestur. Við Kristian Holbæk á odda koma teir nú við teirra swingandi bluesútsetingum, og ikki minst nú eisini við unga Óla á guitar - gott gamalt við nýggjum íblástri.
Sigmund V. P. Zachariassen gjørdi fyrstu ferð um seg á føroyska bluespallinum í 2013 við útgávuni Seven Sheep Farm Blues. Sigmund hevur síðani sligið sítt navn fast í ymiskum tónleikahøpum, og ikki minst seinast í duo’ini Kóboykex. Sigmund framførir við sínum bólki, og spennandi verður at síggja og hoyra, hvat hesir bluesgarparnir koma við.
Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava í vár ferðast runt í Føroyum við tónleikinum á útgávuni Debess Blues Station. Á BluesPerluni koma teir við nýggjari skrá, sum er eitt bland av løgum av fimm ymiskum útgávum. Við sær hetta kvøld hava teir trummuspælaran James Philip Goodwin, sum í nøkur hevur búð og virkað í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Tað verða trý undanumfør áðrenn finaluna 1. mai
Ikki færri enn 18 bólkar hava meldað seg til Sement-tónleikakappina í ár. Tað boðar Reinsarríið frá í dag. Reinsaríið er nú fyriskipari av tónleikakappingini, sum ungdómshúsið Margarinfabrikkin annars hevur staðið fyri í fleiri ár.
Við so nógvum nøvnum, verður eisini talan um eitt fjøltáttað útboð av nýskrivaðum føroyskum tónleiki, sum verður at hoyra. Talan er um alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Eisini er talan um eitt bland av bólkum, royndir bólkar, óroyndir bólkar og ymiskir aldursbólkar.
Í ár verða tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen.
Fýra av bólkunum, sum eru við í kappingini í ár fáa møguleika at vinna studiotíð í Kris-Stuff Studio saman við tónleikaframleiðaranum Kristoffuri Mørkøre. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.
Trý undanumfør verða í Sement kappingini. Tey verða leygardagin 17. apríl, fríggjadagin 23. apríl og leygardagin 24. apríl. Sementfinalan verður leygardagin 1. mai
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Leygarkvøldið 17. apríl verða fimm pallir við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna
Komandi vikuskifti, leygarkvøldið 17. apríl, verða fimm pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna.
Pallarnir vera í kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar.
Bólkarnir, sum fara at manna hesar pallar, eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur Enni, og Hallur Joensen.
Konsertirnar vera skipaðar soleiðis, at tónleikararnir spæla tvær ferðir hálvan tíma í part, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar, skrivar Vestmanna kommuna.
Fyrsta konsertin, sum verður í kirkjuni, byrjar klokkan 20. Síðani byrja hinar konsertirnar við 20 minuttum millum hvørja. Seinna umfar byrjar klokkan 21.40.
Atgongumerki til Válan í Vestmanna kunnu keypast á atgongumerki.fo, og sambært Vestmanna kommunu gongst sera væl at selja atgongumerki.
Skráin
Vestmanna Kirkja – Bárður á Lakjuni
Bárður á Lakjuni er nógv at hoyra í loftmiðlinum við sangum sum Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur” fyri at nevna nakrar.
Vektarbúðin – Hanus Johansen
Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hann er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.
Disvoy – Finnur Koba
Grótharði Vestmenningin Finnur Koba er trubadururin á Disvoy hetta kvøldið. Sum sangari í Páll Finnur Páll hevur hann nógvar slagarar frá í ermuni, s.s. “Forelskaður sjónleikari”, “Eg fari mín egna veg” og “Býurin svevur”.
Staðið – Lív og Tróndur
Allan tann langa veg av Tvøroyri eru Lív Næs og Tróndur Enni komin. Hetta eru tvey nøvn, ið flest allir føroyingar kenna, við millum annað løgunum “Sveimandi” og “GRIND” og ikki minst “Lítli fuglur”, sum bleiv Ársins útvarpshitt 2021.
Bryggjan – Hallur Joensen
Hallur Joensen er okkara Countrykongur úr Klaksvík, sum fekk ársins FMA Áhoyraravirðisløn 2021. Hallur er tann, sum endar konsertrøðina hetta kvøldið á Brygguni við góðum countrytónum. Vit kenna øll m.a. sangirnar “Lívið er ein lítil løta”, “Mín vakra ljósa lilja” og “Gyltu ljósakrúnurnar”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Skipið hevur seinastu tíðina kallast Borðoy, og hevur ligið á Skála, har tað skal høggast upp
Tað var í 70'unum, at tað komu nýggju nýbygningar til Føroyar, sum vóru systirskip, og bygd í Pólandi.
Skipini hava altíð verið nevnd "pólakkarnir", og tvey av teimum hava havt heimstað í Føroyum líka til í dag.
Talan er um Sigmund, sum upprunaliga hevði navnið Vaðhorn, og Mascot, sum hevði stolta navnið líka fram til 2018 tá ið tað skiftið navn til Borðoyarnes, og fekk heimstað í Klaksvík.
Skipið bleiv tó avloyst í fjør, og broytti í hesum sambandi navnið til Borðoy, og hevur ligið á Skála líka síðan, og skal nú høggast upp.
Mascot var línuskip, og varð seinastu árini nýtt til krabbaveiðu.
Eitt tað mest umrødda skipið av hesum nýggju, má hava verið Heldarstindur úr Sandavági, sum fekk eina sinnopsbumbu í trolið í 1984.
Heldarstindur sakk norðanfyri Bornholm í 1990, og er í dag eitt kent frítíðarstað fyri kavarar.
Systurskipini vóru hesi:
Mascot - Toftir: Verður upphøgdur á Skála nú.
Vaðhorn - Leirvík: Kallast í dag Sigmund, og liggur á Toftum.
Heldarstindur - Sandavágur: Sakk norðanfyri Bornholm í 1990.
Lækkaklettur - Miðvágur: Fekk seinni navnið Runavík, og heimstað í Svøríki. Skipið verður eisini upphøgt nú.
Bláfossur - Tvøroyri: Bleiv upphøgdur í Danmark í 2012
Hamraberg - Miðvágur: Upphøgdur í 2003
Vesturleiki - Sørvágur: Fekk seinni navnið Louise L, og heimstað í Grønlandi. (Helst upphøgt í dag)
Núpur - Klaksvík: Hevur framvegis sama navn, men er umbygdur og hevur heimstað í Íslandi.
Hagaleiti - Leirvík: Umbygdur, og hevur í dag navnið Røn og heimstað í Svøríki.
Mascot í sinum uppruna litið - Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Enn hevur eingin verið umborð á Hellutanga, sum mánakvøldið sleit í illveðrinum og rak inn á sandin á Víkum
Í næstu viku verður Hellutangi, fóðurflakin hjá alifelagnum Luna, kannaður. Veðrið sær út til at blíva betri týsdagin ella mikudagin, og tá skal kannast hvørjum standi skipið er í.
Tað sigur Atli Gregersen, stjóri, við útvarpið.
Fóðurflakin sum hevur ligið fortoyðaður á Víkum sleit stutt fyri midnátt mánakvøldið, og rak inn á sandin, har hann enn liggur.
Enn vita tey á Luna ikki hvørjum standi flakin er í, tí eingin hevur verið umborð enn. Men tað verður helst greitt tá tað viðrar í næstu viku.
Felagið fekk fóðurflakan Hellutanga í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur, og lastar 1.000 tons av alifóðri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Nýggja siglingin tryggjar millum annað, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld, og við tilboðnum fáa viðskiftafólkini hjá betri avskipingarmøguleikar úr Føroyum
Føroyskt vinnulív fær eina betri flutningstænastu, nú Faroe Ship bjóðar ein nýggjan flutningsmøguleika.
Hvørt mikukvøld fer farmaskipið Vantage at sigla av Havnini til Hanstholm, har skipið er frammi fríggjakvøld. Leygardag siglir skipið aftur til Føroyar.
Nýggja siglingin tryggjar, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld. Fráferðin úr Hanstholm leygardag gevur somuleiðis viðskiftafólkunum hjá Faroe Ship enn fleiri innflutningsmøguleikar.
- Við hesum tilboðnum fáa viðskiftafólkini hjá okkum enn betri avskipingarmøguleikar úr Føroyum og enn betri atkomu til útlendsku marknaðirnar, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship.
Vinnan hevur havt ynski um nýggja flutningsmøguleikan, og Faroe Ship fegnast um at flutningsmøguleikarnir við hesum er vorðnir enn fleiri.
Faroe Ship hevur fráferðir úr Føroyum mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag.
Útbygging í Hanstholm
Føroysk sjóvinna og Hanstholm hava eina langa søgu og tann veruleikin kemur bæði Faroe Ship og viðskiftafólkunum til góðar, nú nýggja siglingin fer í gongd.
Í 2020 var Hanstholm Havn liðugt útbygd fyri meira enn 650 milliónir krónur, har betrað var um molar, atløgumøguleikar, siglingardýpi, umframt ein nýggjan 350 metra langan bryggjukant.
Hanstholm Havn bjóðar góðar umstøður at taka ímóti góðsi og at fáa góðsið skjótt og gott víðari.
- Vit bjóða Faroe Ship hjartaliga vælkomin til Hanstholm. Vit hava sett fulla ferð á menningina av Hanstholm Havn, og vit ivast ikki eina løtu í, at viðskiftafólkini hjá Faroe Ship koma at fáa stórt gagn av okkara tænastum og tilboðum, sigur Nils Skeby, stjóri í Hanstholm Havn.
Fyrsti túrurin hjá Vantage til Hanstholm verður 14. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Samlaða hallið var omanfyri 100 mió. kr. - men nú koma pengar inn í felagið aftur
Nú um dagarnar varð úrslitið hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum gjørt upp. Hallið í 2020 var omanfyri 100 mió. kr. ella 112,6 mió. kr., og um somu tíð hevði felagið ongar inntøkur. Felagið væntar tó, at nú oljan rennur úr Orlando feltinum í Norðsjónum, at hetta fer at geva tí pening í kassan, og at 2021 fer at síggja frægari út tá avtornar, tó at enn er langt á mál.
Mark Højgaard stjóri í felagnum sigur í fráboðan til børsin, at hóast árið 2020 ikki hilnaðist sum vónað var, so fegnast tey kortini um, at peningarstreymurin, sum annars skuldi byrja í farna ári, nú hevur tikið dik á seg, tó at talan ikki enn eru um tær stóru upphæddirnar. Tapið í 2020 kemst fyrst og fremst av eini niðurskrving av útskotnari samsýning av Orlando-feltinum. Tað framleiddi 2.750 tunnur um dagin heldur enn tær 10.000 tunnurnar, sum væntað og vónað varð.
Atlantic Petroleum hevur annars verið gjøgnum eina rættiliga turbolenta gongd, har oljufelagið Decipher, sum var fyristøðufelag fyri Orlando-kelduna, varð keypt upp av felagnum Tailwind, sum nú skal tryggja eina støðuna framleiðslu, ið kortini er treytað av, at tað verða gjørdar ymsar ábøtur og íløgur í framleiðsluna.
Upprunaligi handilin við Atlantic skal tryggja felagnum 2% av umsetninginum og bíðað verður nú eftir, at framleiðslan skal hækka so hon svarar til upprunaligu metingarnar og harvið geva AP meira pening í kassan til tess at kunna rinda fyri skuld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Keypir 50 prosent av vindorkufyritøku hjá danska Orsted
Almenni norski oljugrunnurin ger nú fyri fyrstu ferð eina íløgu í varandi orku. Hann keypir part av niðurlendskum havvindorku-projekti, sum danska orkufelagið Orsted eigur. Orsted er fyrrverandi oljufelagið Dong, sum stóð fyri stórum parti av danska oljuvirkseminum í Norðsjónum, men sum seinni bleiv broytt til eitt orkufelag, sum burturav tekst við varandi orku.
Orsted verður mett sum eitt av teimum fremstu í heiminum á sínum øki.
Tað var í fjør, at norska stjórnin sum part av sínum um nýggja politikki á grøna orkuøkinum loyvdi grunninum at gera íløgur í varandi orkukeldur. Grunnurin hevur síðani hugt at 8 møguligum sól- og vindorkuprojektum síðani fyrst í ár 2020 og hevur nú tikið avgerð um sítt fyrsta keyp.
Norski oljugrunnurin hevur gjørt av at keypa 50 prosent av umrøddu vindorkuverkætlan fyri 1,4 milliardir evrur skrivar Financial Times.
Norski oljugrunnurin hevur seinastu fjórðingsøldina umsitið meginpartin av inntøkunum frá oljuvirkseminum á norska landgrunninum. Ein lítil partur verður so brúktur til norska samfelagshúsarhaldið, meðan grunnurin, sum er heimsins størsti sjálvstøðugi grunnur av sínum slag, brúkar part av grunnsfæinum til at keypa upp fastar ognir í fleiri av heimsins størstu býum so sum London, New York, París og Tokio umframt at gera íløgur í partabrøv og lánsbrøv.
Nú sær leiðslan fyri grunnin, sum fær undirtøku frá stjórnini, møguleikar fyri at fara undir at gera íløgur í grøna skiftið. Hetta er so byrjanin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Ikki óvæntað verða ongar leitiboringar í grannalagnum í ár, nú feløgini vilja raðfesta útbyggingar ístaðin og gera klárt til grøna skiftið
Korona og lági eftirspurningurin eftir olju ávirka framvegis oljuvirksemið kring heimin og eisini um okkara leiðir. Kendi Westwood Global greininarstovnurin sigur í síni seinastu frágreiðing, at eingin leitiboring er á skránni á Atlantsmótinum í ár, tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar. Heldur ikki í fjør var nakar leitibrunnur boraður her.
Seinasti leitibrunnurin á Atlantsmótinum varð boraður í desember mánað í 2019. Tað var á Warwich oljuleiðini nærhendis kenda Lancaster oljuøkinum har suðuri á bretska landgrunninum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Heldur ikki aðrastaðni á bretska landgrunninum verður stórvegis borivirksemi í ár. Hinvegin er greitt, at sohvørt sum olju- og gasskeldur eru um at tømast, hava feløgini eisini brúk fyri at finna nýggjar goymslur umframt at útbyggja nýggj fund. Tí er og vil oljuleiting verða ein náttúrligur partur av vinnuni í mong ár aftrat, tó at útbyggingar av longu gjørdum fundum verða raðfestar ovast.
Oljupallar rekast við grønari orku
At eingin brunnur verður boraður í grannalagnum í ár kemur neyvan óvart á, tá hugsað verður um støðuna í oljuvinnuni. Feløgini vilja nevniliga brúka orkuna uppá at menna og útbyggja verandi fund og virksemi, áðrenn tey fara at gera íløgur í nýggja leiting sum støðan er í løtuni. Eisini hevur grøna skiftið ávirkan á støðuna og víðari gondina. Flestu oljufeløg taka nú hædd fyri at taka grøna skiftið við minkandi CO2 útláti við í sínar útbyggingar og virksemið sum heild - tey vilja ganga hond í hond saman við grøna skiftinum. Eitt dømi um hesa gongdina er, at verandi og komandi olju- og gasspallar skulu rekast við streymi frá eitt nú vindmyllum. Í Hetlandi arbeiða tey miðvíst við eini ætlan á hesi nýggju kósini.
Eitt nú er talan um fleiri oljufeløg, sum hava liggjandi verkætlanir á tekniborðinum til útbyggjan av fleiri olju- og gassfundum eystan fyri føroyska markið. Flestu av hesum fundum liggja í føroyska grannalagnum, og tá grønt ljós verður givið til taka útbyggingarætlanir av aftur hillini, kann hetta koma at hava avleiddar avleiðingar fyri Føroyar og føroyska vinnu eisini. Fundini liggja so mikið nær føroyska markinum, at tað er hugsandi, at oljufeløgini vilja leggja undir seg møguligar goymslur, sum kunnu liggja í undirgrundini føroysku megin markið eisini. Her verður serliga hugsað um Rosebank (Equinor) og Cambo (Siccar Point/Shell) fundini. Aðrar ætlaðar útbyggingar í økinum eystan fyri Føroyar eru Glendronach (Total) og Clair South (BP). Enn ein minni komandi útbygging er tann hjá Corallian Energy av gassleiðini Victory miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.
Jarðfeingi og Oljuvinnufelagið fylgja gongdini
Føroyskar veitingarfyritøkur liggja eisini framvið og fylgja gongdini eystan fyri markið, tí fleiri av komandi útbyggingum liggja nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi, tá hugsað verður um tær mongu tænastuveitingar, sum fara at hava tilknýti til møguligu útbyggingarnar á Atlantsmótinum.
So tað er greitt, at bæði á Jarðfeingi og í Oljuvinnufelagnum hava tey eyguni opin fyri tí, sum kann henda í næsta grannalagnum komandi árini. Á Jarðfeingi brúka tey m.a. orku uppá at nýtulka data og tilfar frá økinum við markið og annars á føroyska landgrunninum umframt at hava tættan dialog við tey oljufeløgini, sum arbeiða hinumegin markið. Framvegis livir eisini vónin um, at okkurt teirra fer at taka stigið og søkja um leitiloyvi í føroyskum sjógvi, nú Open Door longu letur upp fyri hesum møguleika.
Og í Oljuvinnufelagnum, hvørs limir eru fyritøkur, kommunur og onnur, sum bjóða fram vørur og tænastuveitingar til virksemi á sjónum í Føroyum og í grannalagnum, hava tey eisini eitt vakið eygað við í tí, sum vónandi fer at henda á bretska landgrunninum millum Føroyar og Hetland komandi árini.
Hartil skal eisini nevnast, at hetta og undanfarin landsstýri bjóða fram Føroyar sum sjóvinnu-veitingardepil fyri ymsum virksemi í Norðuratlantshavi, sum røkkur heilt norður til Arktis. Føroyar liggja sera væl fyri at tæna tí vaksandi ferðsluni, sum kemur í kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, har siglingarleiðirnar gjøgnum Arktis gerast opnar størri og størri part av árinum. Aftrat hesum liggja Føroyar eisini væl fyri, tá talan er um ferðsluna tvørtur um Atlantshav eins og tað virksemi, sum er ikki minst í bretskum sjógvi nærhendis. Javnan koma veitingarskip henda vegin at fáa vørur og tænastur.
Decommissioning
Og aftrat øllum hesum møguleikum kemur so nýggja vinnan, sum kann geva arbeiði til nógvar hendur og nýggjar inntøkur til landskassan. Talan er um vinnuna “Decommissioning” ella sundurtøka av gomlum oljupallum og útbúnaði, nú fleiri og fleiri oljukeldur eru um at tømast, og oljufeløgini tí skulu til at rudda upp eftir seg.
Longu í dag eru fleiri lond so sum Danmark, Norra og Bretland farin undir at taka ímóti hesum pallum og taka teir sundur á landi. Í okkara næsta grannalag, Hetlandi, síggja tey her ein stóran møguleika fyri at rótfesta eina spildurnýggja vinnu, og í hesum sambandi eru tað uttan iva eisini tey í Føroyum, sum hugsa somu tankar. Kann “Decommissioning” kanska eisini gerast ein nýggj hjávinna í Føroyum. Time will show. Tíðin fer at vísa, um so verður.
Umrøddu spurningar er nakað, sum oljuportalurin hevur kunnað um og framvegis fer at gera tað. Eisini nú eftir páskahátíðina. Oljan.fo ynskir øllum føroyingum á sjógvi og á landi einar góðar páskir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2021
Føroyar hava prógvað, at tað ber til hjá einum landi við fáum íbúgvum at klára seg væl fíggjarliga, og kunnu Føroyar vera ein fyrimynd fyri Grønland
Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá føroyingum nærum trífaldað. Í 2019 lá talið á 401.000 krónur per íbúgva – hægri enn í Danmark, har talið var 398.000 krónur.
Harvið vísa føroyingar, at eitt land við fáum íbúgvum eisini kann klára seg væl fíggjarliga, og kunnu Føroyar vera ein fyrimynd hjá Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.
Víst verður á, at føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í Evropa, og at føroyska arbeiðsloysið á 1,1 prosent er tað lægsta í Evropa. At Føroyar eru slopnar munandi betri frá koronakreppuni enn onnur lond verður eisini nevnt.
Les eisini: Hagstovan: Føroyska arbeiðsfjøldin framvegis tann virknasta í Evropa
Jakob Janussen, fyrrverandi embætismaður í Grønlandi sigur við grønlendska miðilin, at Grønland m.a. kann læra av føroyingum við at taka sær meira av egnum áhugamálum á uttanríkispolitiska økinum við eitt nú at selja fisk til Russland.
Les meira her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
Umboð fyri evropeiska heiluvágsmyndugleikin hava umrøtt støðuna og ætlanina framyvir
Í eina tíð nú hevur ivamál verið um koppsetingina fyri koronu, sum AstraZeneca hevur framleitt. Fyrst vóru trupulleikar við at framleiða nóg mikið og senda koppsetingarnar til tíðina, men álvarsligi spurningurin stakk seg síðani upp: Er nakað samband við koppsetingina og blóðtøpp.
Tað hevur víst seg í fleiri londum, at fólk, sum eru rakt av blóðtøppum, eru koppsett fyri koronu stutt framaundan. Hetta hevur sjálvsagt elvt til stúran, og tað hevur gjørt, at millum annað Danmark og Noreg ikki vilja nýta AstraZeneca longur.
Evropeiski heiluvágsmyndugleikin, EMA, hevur ikki víst aftur, at tað kann vera ein samanhangur, men hevur víst á, at tað framvegis er trygt at lata seg koppseta. Tó hevur EMA ikki staðfest samanhangin - fyrrenn nú:
- Eg haldi, at vit nú kunnu siga, at tað er greiður samanhangur millum blóðtøpparnir og koppsetingarnar hjá AstraZeneca
Hetta segði Marco Cavaleri við italskar miðlar í vikuni, og tað er oddamaðurin fyri koppsetingarætlanina hjá ES siteraður fyri í altjóða miðlum. Cavaleri staðfestir, at orsøkin samanhangin er ókend, og at fyrimunirnir við koppsetingini framvegis eru størri enn vansarnir.
Tó skal okkurt gerast við støðuna, og bólkurin, sum ger koppsetingarætlanina, leggur eina nýggja ætlan í løtuni, sum verður kunngjørt seinni í vikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Landið hevur ov nógva vaksinu, tí alt fleiri fólk sýta fyri at lata seg koppseta
Serbar í hópatali siga nei takk til at lata seg koppseta móti korona, og landið bjóðar nú útlendingum, sum koma til landið vaksinuna.
Serbisku heilsumyndugleikarnir hava ein trupulleika, tí so nógvir borgarar í landinum ikki vilja lata seg koppseta. Vaksinan verður nú ístaðin latin fólkum, sum eru áhuga at koma til Serbia, skrivar AFP-tíðindastovan.
Avgerðin hevur fingið fleiri túsund fólk – sokallaðir vaksinuturistar – at koma til landi, flest teirra frá grannalondunum hjá Serbia.
Serbia hevur gjørt avtalur, ið tryggjar teimum næstan 15 milliónir skamtir. Í landinum búgva sjey milliónir.
Bert ein fjórðingur av serbunum, ið eru góðkendir at verða koppsettir, hava higartil tikið ímóti tilboðnum um koppseting.
Landið hevur fingið fleiri sløg av vaksinum. Tey hava fingið bæði frá Pfizer/BioNTech og AstraZeneca. Men landið hevur eisini keypt russiska Sputnik V-vaksinu og konesisku Sinopharm-koronavaksinuna.
Seinastu tvær vikurnar er talið av serbiskum borgarum, ið hava tikið ímóti koppsetini vallið til umleið 12.000. Tað er um helmingurin av teimum, ið vórðu koppsett í sama tíðarskeiði í februar, vísa tøl hjá serbisku myndugleikunum.
Sambært fremsta smittuserfrøðinginum í landinum, Predrag Kon, er orsøkin villeiðandi tíðindi, ið spjaða seg á internetinum. Villeiðandi kunningin verður spjadd av bólkum, sum eru ímóti vaksinuni, sigur Predrag Kon, skrivar AFP.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Og Kim Kielsen er betri umtóktur millum veljararnar enn Erik Jensen, so valdsstríðið í Siumut er neyvan av enn
65,8 prosent av grønlendingunum, sum hava atkvøðurætt til Landstingið, Inatsisartut, vóru á vali týsdagin.
Fimm flokkar koma at manna landstingið hesa komandi tingsetuna. Hetta eru tveir flokkar færri enn seinast, tí flokkarnir Nunatta Qitornai og Samarbejdspartiet, ikki rukku um tinggáttina.
Inuit Ataqatigiit gjørdist størsti flokkur við 9.912 atkvøðum og 12 tinglimum. Síðan kom Siumut við 7.971 atkvøðum og 10 tinglimum, Naleraq við 3.239 atkvøðum og fýra tinglimum, Demokraatit við 2.452 atkvøðum og trimum tinglimum og Atassut við 1.879 atkvøðum og tveimum tinglimum.
Hesi fara at umboða Inuit Ataqatigiit: Múte B. Egede, Aqqaluaq B. Egede, Asii Chemnitz Narup, Eqaluk Høegh, Naaja Nathanielsen, Kalistat Lund, Peter Olsen, Mariane Paviasen, Mimi Karlsen, Stine Egede, Kristian Jeremiassen og Sofia Geisler.
Siumut: Kim Kielsen, Erik Jensen, Aslak Vilhelm Jensen, Qarsoq Høegh-Dam, Vivian Motzfeldt, Anders Simon Olsen, Jess Svane, Lars Poulsen, Doris Jakobsen Jensen og Mala Høy Kúko.
Naleraq: Hans Enoksen, Pele Broberg, Jens Napátok og Emanuel Nûko.
Demokraatit: Anna Wangenheim, Nivi Olsen og Jens-Frederik Nielsen.
Atassut: Aqqalu Clasen Jerimiassen og Siverth K. Heilmann.
Kim vann á Erik
Toppskorarar á valinum vóru Múte B. Egede (IA) við 3.380 persónligum atkvøðum, Kim Kielsen (S) 1.841, Hans Enoksen (N) 1.471, Aqqaluaq B. Egede (IA) 1.287 og Erik Jensen (S) 1.186.
Hetta vísir, at sitandi landsstýrisformaður og fyrrverandi formaðurin í Siumut fekk nógv fleiri avkvøður enn núverandi floksformaðurin, Erik Jensen, so okkurt bendur á, at innanhýsis valdsstríðið í tí flokkinum ikki er av enn.
Úrslitið av valinum vísti, at tveir markantir politikarar ikki fingu afturval, nevniliga Vittus Qujaukitsok, sitandi fíggjarmálaráðharri, úr Nunatta Qitornai, og Tillie Martinussen úr Samarbejdspartiet. Hvørgin flokkurin fekk nóg mikið av atkvøðum til at røkka um tinggáttina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Tað var eisini kommunuval í Grønlandi týsdagin
Vinnandi flokkurin á landstingsvalinum í Grønlandi í vikuni, fekk eisini eitt gott kommunuval, sum varð hildið samstundis.
Inuit Ataqatigiit, IA, hevur nevniliga tryggjað sær borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq (Qaqortoq) í Suðurgrønlandi, og situr nú á trimum av teimum fimm borgarstjórasessunum í Grønlandi, tí flokkurin endurvann borgarstjórasessin í Kommune Qeqertalik (Aasiaat) og Kommuneqarfik Sermersooq (Nuuk og Eysturgrønland), skrivar Ritzau.
Frammanundan hevði Siumut borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq. Nú verður sessurin hjá Kiista P Isaksen yvirtikin av Stine Egede frá IA.
Hinvegin varðveitti Simiut meirilutan og endurvann borgarstjóran í Avannaata Kommunia (Ilulissat) og Qeqqata Kommunia (Sisimiut).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Amerikanski oyðarin USS Johnson varð søktur í sjóbardaganum við Filipsoyggjar
Tað er eydnast einum mannaðum sokallaðum mini-kavbáti at koma niður á vrakið av einum amerikanskum krígsskipi, ið varð skotið niður undir øðrum heimsbardaga, og nú liggur á 6.500 mnetra dýpi nærhendis Filipsoyggjum.
- Vit hava júst gjørt søgunnar djúpasta kav til eitt vrak, skrivar Victor Vescovo, skipari á kavbátinum, á Twitter.
Hann er stovnari av fyritøkuni Caladan Oceanic í Texas í USA, sum ger undirsjóvarkanningar.
Tað var síðst í mars, at kavbáturin framdi tvær kavingar, átta tímar hvør, niður til vrakið av oyðaranum USS Johnson út fyri oynni Samar.
- Vit funnu teir báðar fremstu triðingarnar av skipinum, sum stóð uppi, óskalað, á 6.456 metra dýpi, skrivar Victor Vescovo.
115 metra langa krígsskipið varð søkt av einum japanskum krígsskipi í einum sjóbardaga 25. oktober 1944. Bert 141 av menningini á 327 sluppu við lívinum, sambært arkivunum hjá amerikanska herflotanum, skrivar AFP.
Amerikanskar deildir royndu at vinna Filipsoyggjar, ið tá vóru amerikanskt hjáland, frá japanskum hersetingarvaldi.
Vrakið av amerikanska oyðaranum vísa teir skaðar, sum skipið fekk undir sjóbardaganum fyi 76 árum síðani. Tað sigur søgufrøðingurin Parks Stepenson, sum var við á ferðini við mini-kavbátinum niður á vrakið.
- Tað varð rakt av kanónum frá størsta krígsskipinum, ið nakrantíð er bygd – slagskipinum hjá keisarliga japanska flotanum, Yamato.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Maðurin hjá bretsku drotningini andaðist fríggjadagin
Maðurin hjá bretsku Elizabeth drotning, 99 ára gamli Philip prinsur, er farin. Hesum boðar Buckingham Palace frá fríggjadagin.
- Prinsurin andaðist stillisliga á Windsor Castle í morgun, boðaði bretska kongshúsið frá.
Einki verður upplýst um deyðsorsøkina, men fyrr í ár varð prinsurin innlagdur á sjúkarhúsi í London í ein mánað. Tá fekk hann viðgerð fyri hjartatrupulleikar.
Philip prinsur varð føddur í Grikkalandi 10. juni 1921. Hann giftist táverandi Elizabeth prinsessu í 1947 – hetta var fimm ár, áðrenn hon yvirtók bretsku trónuna.
Sambært BBC hevur eingin hjúnarfelagi hjá bretskum kongi ella drotning tænt kongshúsinum so leingi sum Philip prinsur.
Philip prinsur og Elizabeth drotning fingu fýra børn saman, átta barnabørn, og tíggju langommu- og langabbabørn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Uttan Henrik prins brúkar drotningin 8,4 milliónir krónur minni um árið
Meira enn trý ár eru liðin síðan Henrik prinsur, maður Margrethu drotning, andaðist, og at drotningin er vorðin einkja sæst eisini aftur á peninganýtsluni hjá henni.
Sambært uppgerð frá kongshúsinum, sum danska Se og Hør hevur fingið innlit í, sæst, at drotningin í fjør keypti fyri góðar 8,4 milliónir krónur minni enn hon gjørdi í 2017, tá Henrik prinsur enn var á lívi.
Henrik prinsur andaðist 13. februar 2018.
Í 2017 brúkti parið tilsamans 35,8 milliónir krónur til vørur og tænastur –starvsfólkalønir eru tó ikki íroknaðar. Í 2020 brúkti drotningin 27,4 milliónir krónur.
Tær 8,4 milliónirnar, sum drotningin hevur spart, svara næstan til tær 8,5 milliónirnar av apanasjuni hjá drotningini, sum vórðu eyðmerktar til Henrik prins.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2021
Fimm milliardir settar av til at seta ferð á koppseting og smittuverju
Svenska stjórnin setir nú sjey milliardir krónur – tað er umleið fimm milliardir í okkara krónum – av til at berja niður covid-19 sjúkuna og til økta røkt og koppseting.
Tað upplýsti Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðkvinna, og Lena Hallengren, almannamálaráðkvinna, á einum tíðindafundi í vikuni.
- Vit lata pengarnar fyri at seta ferð á koppsetingina og styrkja smittuverjuna, segði Magdalena Andersson.
Pengar verða eisini latnir út til landspartarnar og teirra stríð móti farsóttini.
Svøríki hevur slept mállinum um at øll skulu hava fingið eitt tilboð um koppseting innan 1. juli. Tað upplýsti Lena Hallengren á einum tíðindafundi skírisdag.
Dagurin er nú fluttur til 15. august, segði hon. Orsøkin er, at Svøríki ikki hevur nóg mikið av koppingarskamtum.
Nýggja ætlanin sigur, at øll oman fyri 65 ár skulu hava fingið minst annað prikið móti korona innan 16. mai. Øll yvir 18 ár skulu hava fingið fyrsta prikið innan 15. august.
Koppsetingarmálið varð sett í desember, og ætlanin var at hava brúkt 17,4 milliónir skamtar móti endanum av juni. Nú roknar Svøríki við at hava brúkt 10,9 milliónir skamtar til ta tíð, skrivar TT-tíðindastovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Tað eydnaðist at fáa ein enda á neyðstadda skipið í mikukvøldið
Niðurlendska farmaskipið Eemslift Hendrika, sum síðan mánadagin hevur rikist uttan manning út fyri Noregs strond, varð hósdagin sleipað inn til Ålesund.
Mikudagin boðaði norska bjargingartænastan frá, at tey, orsaka av veðrinum, fóru at bíða til hósdagin við at gera eina roynd at fáa eitt bjargingarlið umborð á ómannaða skipið og fáa tað fest í ein sleipibát.
Sum tað sæst á trackaranum, hevði niðurlendska farmaskipið beina kós móti landi (Mynd: MarineTraffic)
Men óttin fyri at skipið fór at reka á land fekk kortini bjargingartænastuna til at framskunda ætlanina. Seinnapartin mikudagin eydnaðist tað at seta bjargingarfólk niður á skipið, og nú hava sleipibátar enda á skipinum bæði framman og aftan, skrivar NRK.
Togararnir Nordmand Drott og BB Ocean fóru síðan at sleipa Eemslift Hendrika við trý míla ferð móti Ålesund. Verjuskipið KV Bergen fylgdi skipunum. Út móti kvøldið hósdagin lá Eemslift Hendrika trygt við bryggju í Ålesund.
Tann grøni báturin AQS Tor, ein hjálparbátur til alivinnuna, sum stóð á dekkinum á Eemslift Hendrika, men sum týsdagin koppaði fyri borð, er eisini bjargaður og er sleipaður inn í Florø, skrivar NRK. Mett verður, at tað var viðvirkandi til, at farmaskipið ikki koppaði, at tað misti hesa lutfalsliga tungu lastina oman av skipinum.
Eemslift Hendrika var stødd 60 fjórðingar vestan fyri Ålesund, tá hon sendi út neyðarkall mánadagin. Skipið hevði tá eina slagsíðu á 30 stig. Norska bjargingartænastan sendi bjargingartyrlur og skip fyri at hjálpa til. Manningin varð mánadagin bjargað av bátinum, og hevur síðan verið á einum hotelli í Giske kommunu, skrivar NRK.
Báturin AQS Tor, sum stóð á dekkinum á Eemslift Hendrika, varð í nátt sleipaður inn til Florø (Mynd: NRK)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Hevði eina áheitan til heimsins ríku lond í páskaprædiku síni í dag
Frans pávi mælti páskadag til, at koronakoppsetingarnar verða býttar til øll heimsins lond.
Hetta hendi í sambandi við siðbundu páskaprædikuna "Urbi et Orbi" ("til býin og heimin"). Her er vanligt, at pávin viðger alheims avbjóðingar og mælir til heimsfrið.
Talan varð varð hildin beint eftir páskamessuna í Pæturskirkjuni.
Hesaferð var, sum vera mann, koronafarsóttin partur av dagsskránni.
- Eg heiti á altjóða samfelagið um at hjálpa við til at fáa koppsetingarheilivágin breiddan út til allan heimin uttan seinkingar – serliga til tey fátækastu londini, segði hann.
Higartil hevur útbreiðslan av vaksinuni verið skeivt býtt.
Hóast alheims heilsustovnurin WHO hevur sett gongd á Covax-samstarvið, ið skal tryggja vaksinur til fátæku londini, so eru tey ríku londini nógv frammanfyri við teirra koppsetingarætlanum.
WHO hevur funnist at hesum og hevur kallað misbýtið fyri “groteskt”.
Frans pávi segði í síni prædiku, at tað líkist ongum, at tað framhaldandi eru vápnaðar ósemjur meðan farsóttin herjar.
- Farsóttin spjaðir seg, og sosiala og búskaparliga kreppan er framvegis stór – serliga fyri tey fátæku. Kortini – og tað líkist ongum – eru vápnaðu ósemjurnar ikki støðgaðar, og vápnadubbingin heldur fram, segði pávin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Andstøðingurin er farin í hungursverkfall í fongslinum
Størsti atfinnarin móti Vladimir Putin, forseta, fongslaði andstøðingurin Aleksej Navalnyj, er í stórum vanda fyri at doyggja.
Tað heldur mannarættingafelagsskapurin Amnesty International.
Bretska blaðið The Guardian skrivaði í mikudagin, at heilsustøðan hjá andstøðinginum er versnað nógv seinastu tíðina. Hann hevur ongar kenslur í fótunum meira. Frammanundan hevur hann ógvusliga pínu í rykkinum, og vísir eisini tekn um at hava tuberkulosu.
Aðalskrivarin í Amnesty International metir, at andstøðingurin verður útsettur fyri píning í fongslinum.
- Hann livir í viðurskiftum, sum Amnesty International metir vera torturur. At forða fólki í at sova er torturur. Hann verður vaktur hvønn ella annaðhvønn tíma um náttina. Tað er torturur, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari.
Hon vísir eisini á, at tað er ómenniskjaligt ikki at geva honum atgongd til ein lækna, sum hann hevur álit á, sigur hon í samrøðuni.
Mikudagin var persónligi læknin hjá Navalnyj, Anastasia Vasiljeva, handtikin uttan fyri fongslið har Aleksej Navaljyj situr.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur eisini úttalað seg í málinum.
- Vit harmast boðini um, at heilsustøðan hjá Navalnyj er versnað. Vit heita á russisku myndugleikarnar um at ansa væl eftir honum. So leingi hann situr í fongsli, er tað ábyrgdin hjá myndugleikunum at tryggja heiluna hjá honum, segði talskvinnan hjá Joe Biden, Jen Psaki.
Andstøðingurin skrivaði á Instagram mánadagin, at hann er sinnaður at halda fram við hungursverkfallinum, eisini hóast heilsustøðan versnar. Hann hevur verið í hungursverkfalli síðan seinasta mikudag.
Fongsulsmyndugleikarnir hava upplýst, at Navalnyj nú er fluttur á eina sjúkradeild í fongslinum. Sambært hjálparum hjá Navalnyj er hann farin átta kilo aftur, síðan hungursverkfallið byrjaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
ES-nevndarforkvinnan varð kaldliga móttikin av turkiska forsetanum
Eitt kalla tey stólaspæl – tað er tá tað er ein stólur minni, enn tað eru fólk, og at tann sum so ikki fær ein stól hevur tapt.
Nakað líknandi var forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, úti fyri, tá hon var á almennari vitjan hjá turkiska forsetanum í vikuni.
Hon og forsetin í Europaráðnum, Charles Michel, vitjaðu týsdagin Recep Tayyip Erdogan í Turkalandi.
Endamálið við fundinum var eitt nú at bøta um viðurskiftini millum ES og Turkaland. Men byrjanin til fundin var heilt serlig.
Vertirnir høvdu nevniliga bert sett tveir stólar fram. Tá Erdogan og Michel sessaðust, varð von der Leyen standandi.
Eitt filmsbrot av hendingini vísir, at hon var ivasom um hvat hon skuldi siga. Hon harkar og veipar varðisliga við hondunum.
At enda varð henni bjóðað sess í eini stórari ljósabrúnari sofu úti á síðuni.
Á undanfarnum toppfundum millum ES og Turkaland, hava teir tríggir leiðararnir sitið saman. Hendingin kom tí óvart á ES-nevndarforkvinnuna, segði samskiftisovastin hjá ES, Eric Manner, við AP tíðindastovuna eftir fundin.
- Hon skuldi havt sitið saman við ES-forsetanum og turkiska forsetanum. Men hon valdi at síggja burt frá hesum, og miðsavna seg um innihaldið á fundinum ístaðin.
Talsmaðurin sigur, at tað hevur verið samband við turkiskar myndugleikar um, at slíkt ikki skal henda aftur. Hann leggur afturat, at turkisku myndugleikarnir vóru fullgreiðir yvir, at von der Leyen eisini skuldi koma.
- Túrurin varð væl lýstur frammanundan. Tey bæði ES-umboðini ferðaðust saman, og skuldu tí eisini verið viðgjørd eins, sigur hann.
Viðurskiftini millum ES og Turkaland hava ikki verið tey bestu eftir at Erdogan tók landið úr Istanbul-sáttmálanum frá 2011, ið skal forða fyri harðskapi móti kvinnum. Evroparáðið stóð á odda fyri hesi ætlan.
Viðferðin, sum van der Leyen fekk, hevur fingið øði í fleiri ES-politikarar. Spanska Iratxe Garcia Perez, havur kallað hendingina skammiliga.
- Fyrst taka tey seg úr semjuni, so fær ovastin í ES-nevndini ikki ein stól undir eini almennari vitjan. Tað líkist ongum, sigur hon við við Deutche Welle.
Hinvegin undrar niðurlendska Sophie In 't Veld, eg yvir, at ferðafelagin Michel ikki segði nakað, tá kvinnuligi felagi hansara ikki fekk sess.
Turkaland hevur enn ikki viðmerkt hendingina. Men sambært Sky News vóru fundir millum umboð fyri ES og Turkaland undan fundinum fyri at semjast um hvussu fundurin skuldi fara fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Sendimaðurin hjá Myanmar í London er tveittur út. Varasendiharrin, ið stuðlar hernaðarstýrinum í heimlandinum hevur tikið yvir
Sendimaðurin hjá Myanmar til Bretlands, sleppur ikki inn á sendistovuna í London meira. Tað boðaði hann frá mikudagin.
Varasendiharrin á sendistovuni skal hava læst Kyaw Zwar Minn úti, og skal sjálvur hava tikið leiðsluna á sendistovuni vegna hernaðarstýrið í Myanmar, skrivaði Reuters.
Hetta er hent eftir at Kyaw Zwar Minn hevur sagt seg vera ósemdan við hernaðarstýrið, sum tók valdið í asiatiska landinum á einum hernaðarkvetti 1. februar.
Síðan hevur herurin sligið alla mótstøðu í landinum harðliga niður.
Sendiharrin í London hevur seinastu vikuna sagt seg vera ósamdan við hernaðarstýrið, og hevur heitt á herleiðsluna um at lata landsins veruliga leiðara, Aung San Suu Kyi, leysa.
- Eg eri útilæstur, segði Kyaw Zwar Minn við Reuters tíðindastovuna mikudagin uttan fyri sendistovuna í miðbýnum í London.
- Hetta er eitt slag av einum kvetti – mitt í London. Tey hava hersett bygningin hjá mær, segði hann og legði afturat, at hann var í sambandi við bretska uttanríkisráðið um støðuna.
Diplomatiskar keldur í London við kunnleika um støðuna siga fyri Reuters, at varasendiharrin Chit Win nú er almennur charge d’affaires hjá Myanmar í London.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Samstundis sum fleiri heimsstjørnur flokkast til Avstralia at fáa ein meira frælsan gerandisdag, eru 40.000 avstralskir borgarar fangaðir uttanlands orsakað ferðaavmarkingum og høgum ferðaseðlaprísum
Meðan gerandisdagurin í nógvum londum er merktur av nógvum smittufyribyrgjandi tiltøkum og avmarkingum, eru onnur lond, har fólk, eins og í Føroyum, hava kunnað livað meira vanligt.
Eitt land, sum hevur klárað seg væl undir koronafarsóttini er Avstralia, og sambært BBC er tað næstan blivið til eitt slag av mekka fyri tey ríku í Hollywood. Heimskendar stjørnur flokkast nevniliga til landið fyri at fáa ein meira frælsan gerandisdag.
Millum tey, sum hava leitað sær til Avstralia eru filmsstjørnurnar Zac Efron, Natalie Portman, Julia Roberts, og Matt Damon, umframt tónleikarin Ed Sheeran og Idris Elba, sjónleikari og tónleikari.
Tað, sum er serliga lokkandi við Avstralia er møguleikin fyri at fara á strondina, fara á barr og til konsert. Men tað er eisini eydnast avstralsku stjórnini at fáa fleiri stórar filmsverkætlanir til landið við at bjóða stórar skattafrádráttir.
Sambært Ritzau eru tó ikki øll, sum fegnast um hetta, m.a. tí fleiri enn 40.000 avstralskir ríkisborgarar framvegis eru fastir í útlondum, eftir at Avstralia lat landamørkini aftur í fjør.
Sambært fleiri teirra, sleppa tey ikki heim, tí tað er avmarkað, hvussu nógv sleppa at ferðast inn í Avstralia um vikuna, og tað hevur so hækkað prísin á ferðaseðlum.
Prísurin fyri at flúgva millum Avstralia og Evropa kann verða heilt upp í 15.000 krónur pr. persón, og nakað tað sama kostar tað at vera í sóttarhaldi á einum gistingarhúsi, tá mann er sloppin inn í landið.
Orsakað av støðuni hevur ein bólkur, sum kallar seg "Stranded Australians Abroad" sent eina kæru til ST fyri brot á mannarættindini.
Avstralia hevur sambært heimasíðuni Worldometers.info skrásett 29.000 smittutilburðir og 909 andlát undir hesari farsóttini, og í løtuni er talið á positivum beint omanfyri 2.100.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
Dráttur vann fimmsettara, men SÍ vann avgerandi gullsettið
Tað gjørdist spennandi í flogbólti hjá kvinnum síðsta leygardag, tá SÍ og Dráttur spældu seinnu hálvfinaluna um føroyameistaraskapin. Sørvágskvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna 3-0, men leygardagin gav Dráttur dygga mótstøðu.
Liðini máttu út í ein fimm-settara fyri at finna vinnaran í seinnu finaluni, og úrslitið gjørdist at Dráttur vann fimta settið.
Sostatt skuldi eitt avgerandi gullsett til, og tað bleiv eisini sera spennandi. SÍ kvinnur vunnu gullsettið 17-15 og eru føroyameistarar í flogbólti 2021.
Borgarstjórarnir í Vágum vóru sjálvandi til staðar í ítróttarhøllini til hesa serligu FM-finaluna. Vinstrumegin Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og høgrumegin Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvági
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
Hóast ÍF vann seinnu FM-finaluna var Mjølnir sterkari í avgerandi gullsettinum og tryggjaði sær føroyameistaraheitið
Meðan Mjølnir vann fyrru FM-finaluna farna hósdag, var tað ÍF, sum leygardagin vann seinnu finaluna, og eins og hjá kvinnunum, so máttu liðini spæla eitt gullsett fyri at avgera føroyameistaraheitið.
Í gullsettinum leikaði javnt á, men Mjølnir var omaná og vann 15-11, og er sostatt føroyameistari. ÍF má taka til takkar við silvuri í FM, men kann ugga seg við at hava vunnið steypakappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
Kvinnurnar hjá StÍF vunnu sær týskvøldið pláss í finaluni eftir longda leiktíð móti H71
StÍF og H71 máttu út í longda leiktíð áðrenn avgerðin fall. Úrslitið gjørdist 23-22, og strandakvinnur hava nú møguleika at gerast føroyameistarar.
H71 skuldi vinna týskvøldið fyri at halda lív í vónini um at sleppa í finaluna, tí við sigri í Hoyvík leygardagin, høvdu strandakvinnur annað beinið í finaluni. Men tað var ikki uttan stríð.
Hoyvíkskvinnur løgdu hart út, og vóru á odda við nógvum málum í fleiri umførum. Støðan í hálvleikinum var 13-9 til H71.
Men í seinna hálvleiki tóktiskt tað sum StÍF-kvinnurnar vaknaðu. H71-kvinnurnar fingu bara seks mál í seinna hálvleiki, meðan StÍF fekk 10. Hetta gav 19-19 tá dysturin varð bríkslaður av.
Tískil máttu liðini út í longda leiktíð, fimm minuttir hvønn vegin, fyri at finna ein vinnara. Her var tað StÍF, sum dró longra stráðið við avgerandi máli frá Emmy Kass í allar seinastu løtu, og vann dystin 23-22. Hetta til stóra gleði nógvu heimaáskoðararnar, sum vóru møttir upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Tað vóru serliga Margit Weyhe Frimundsdóttir í málinum og 16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið gjørdu munin, og nummar trý og nummar fýra í grundspælinum skulu nú spæla finalur
Í fyrstu hálvfinaluni millum grannafeløgini var munurin bert eitt mál. Tá koppaði tað til Neistan. Týskvøldið vóru kyndilskvinnur omaná og vunnu við trimum. Harvið var neyðugt við triðju hálvfinaluni, sum varð leikt í Høllini á Hálsi hóskvøldið.
Larmurin og spenningurin var øðiligur. Útfallið varð, eins og í hálvfinaluni í steypakappingini, at Neistin sigraði.
Fyrstu løtuna høvdu verjurnar og málverjarnir yvirtakið. Skjótt høvdu Jovana Stranjanac og Margit Weihe Frimudsdóttir tikið trý skot hvør og tær vóru á áleið 40 prosentum, hvat bjargingum viðvíkur, móti endanum av fyrra hálvleiki. Tað kom betur glið á álopsspælið, men miðskeiðis í hálvleikinum kom aftur stígur í, og fleiri tekniskar villur vóru at síggja. Jovana og Margit forðaðu eisini fyri í fleiri førum, hóast álopi vóru góð. Tað vóru tó Margit og Neistin, ið høvdu ein lítlan fyrimu, tá farið var til hálvleiks. Tá var munurin eitt mál
Margit Weihe Frimundsdóttir stóð ein branddyst fyri Neistan - landsliðsmálverjin fekk í fleiri førum veruliga fatur á skjúttunum hjá Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Tað varð ikki spart nakað - hvørki í álop ella verju. Her brýtur Sólbjørg Høj ígjøgnum og leggur Neistan á odda við tveimum beint fyri steðgin. Verjurnar fingu annars veruliga takklað ofta í hesum dystinum, og tað sást, at nógv stóð uppá spæl hjá grannunum - tó vóru fáar útvísingar (Mynd: Sverri Egholm)
Marjun Danberg hevði fingið tvær útvísingar í fyrra hálvleiki, og harvið varð hon spard í stórum løtum í øðrum hálvleiki. Tá so Brynja Høj noyddist av vølli miðskeiðis í 2. hálvleiki við skaða í fótliðnum, so spældu tær í bláum við sera ungum liðið og uttan tveir lyklaleikarar.
Kyndil kom eisini á javnt í 17. minutti (16-16), spælið hjá Neistanum koyrdi ikki heilt, og nú lá tað eitt sindur til kyndilskvinnur.
Men so tók Neista-liðið seg saman: Margit Weihe kom av álvara í gongd aftur í málinum, Marjun kom inn og gjørdi mun í báðum endum, og so tók 16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy av álvara ábyrgd.
Hon hevði í fyrra hálvleiki havt nakrar heilt góðar fríspælingar, og nú avgerðin um finaluplássið skuldi falla skoraði stjørnuskotið við bæði gjøgnumbrotum og langskotum, og hon gjørdist javnsettur toppskjútti við seks málum. Samanlagt gjørdist alt hetta avgerandi.
Neistin fekk eina leiðslu, og tær í grønum fingu ikki av álvara svarað aftur.
Maria Nólsoy gjørdi veruliga vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)
Stórur fagnaður á teimum í bláum eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið eru liðini, sum bæði fingu 29 stig í grundspælinum, nú liðug fyri í ár - fyriuttan ein dyst um bronsu, ið er á skránni leygarkvøldið.
Neistin endaði á triðja plássi í grunspælinum, StÍF á fjórða, og hesi skulu hittast í FM-finalunum. Talan verður um í minsta lagið um tríggjar finalur og í mesta lagi fimm - tað er liðið, ið fyrst vinnur tríggjar finalur, ið fær steyp og gull.
Tann fyrsta finalan verður leikt í Høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 17.
Triðja FM-hálvfinalan
08.apríl
Neistin - Kyndil 23-21 (10-9)
Toppskjútti: Maria Pálsdóttir Nólsoy og Stina Madsen 6 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. apríl 2021
Fyrsti finalisturin varð leygarkvøldið funnin, tá onnur hálvfinalan millum hoyvíkingar og kollfirðingar varð leikt. H71 vann 23-22 og tryggjaði sær pláss í finaluni
H71 vann síðsta leygarkvøld við einum máli móti KÍF í seinnu FM-hálvfinaluni, og tryggaði sær sostatt sæti í finaluni.
Talan var um ein javnan dyst, sum ikki bleiv avgjørdur fyrr enn í seinastu minuttunum. Tá riggaði tað bara hjá H71, sum vann dystin við einum máli 23-22. Støðan í hálvleikinum var 10-10.
Ein fegin H71-venjari, Simon Olsen eftir hálvfinalusigurin (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
Neistin var ongantíð heilt nær við at skapa stóran spenning í hálvfinaluni annað páskakvøld, og greitt er nú, at vestmenningar skulu stríðast við H71 um gullið. Fyrsta FM-finalan verður leikt í morgin
Tað vóru tíggju mál á muni í Vestmanna undanfarna mikukvøld, har álopsmaskinan hjá VÍF, við Filipi Jojic á odda, var vælsmurd, og har Mladen Mjerimacka fekk pilkað nógv skot. Í Høllini á Hálsi annað páskakvøld var munurin til endans fimm mál, og sum seinni hálvleikur leið gjørdist greitt, at tað so at siga ikki var nakar ivi um, at VÍF komandi tíðina skal spæla FM-finalurnar.
Neistin var á odda við tveimum málum í tveimum førum í 1. hálvleiki, og tað tók eina løtu, áðrenn VÍF fekk gongd á áloppspælið og fekk "skotið hol á" Bence Gödor. ið stóð sera væl fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Í hinum endanum byrjaði Mladen at fáa fatur og serliga á skotum frá vongleikarunum hjá Neistanum. Hetta gjørdist gjøgnumgangandi - millum annað í yvirtalsstøðum hjá heimaliðnum.
Frá tí Dánjal Ragnarsson skoraði til 6-4 gingu átta minuttir til næsta Neista-málið. Hesa løtuna skoraðu vestmenningar fimm ferðir. Teir megnaðu millum annað at gera sær dælt av yvirtalsstøðum, og Neistin kom bert einaferð aftur niður á minus tvey. Tað var tíðliga í 2. hálvleiki, tá verjuparturin hjá Neistanum stóð seg væl, men so dró VÍF frá aftur, teir í bláum manglaðu loysnir í álopsspælinum, har tann "guli múrurin" stóð væl fyri, og har Mladen framvegis var ein góður aftasti skansi.
Tað vóru Filip Jojic og Olsen-brøðurnir, ið gingu á odda við málskjótingini hjá VÍF, men tað var enn eitt sterkt liðavrik, ið laðaði grundina fyri, at finaluluttøkan nú er tryggjað. VÍF skal komandi tíðina stríðast við H71, sum vann tvær hálvfinalur á KÍF við einum máli, og sum vann FM í 2017, 2018 og 2019. Í fjør varð eingin FM-vinnari funnin/kosin orsakað av koronustøðuni, og tískil er talan um liðini, sum hava vunnið tey seinastu fimm føroyameistaraheitini í føroyskum manshondbólti. VÍF vann í 2015 og 2016.
Fyrsta FM-finalan verður leikt í morgin, 11. apríl. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur gerst føroyameistari. VÍF og H71 skulu eisini spæla mikudagin 14. apríl og leygardagin 17. apríl. So er spurningurin, um tað verður spælt um gullið í Burn-deildini mikudagin 21. apríl eisini. Um liðini hava vunnið tvær í part tá, so fellur avgerðin leygardagin 24. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2021
Álopsleikarin verður ikki at síggja í ljósabláum aftur hetta kappingarárið
Víkingur má klára seg uttan Finn Justinussen restina av kappingarárinum.
Tað var undir dystinum móti HB tann 19. mars, at Finnur Justinussen mátti berast av vølli eftir ein nærdyst. Nú er greitt, at hann hevur slitð krossbandið, og ikki spælir aftur í 2021.
Finnur Justinussen varð borin av vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Finnur Justinussen er 32 ár, og hevur skorað 112 mál í 208 dystum fyri Víking sambært Faroesoccer.
Víkingur spælir á útivølli sunnudagin ímóti B36 og mikudagin kemur KÍ á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. apríl 2021
Føroyar eru dalaðar í Uefa-styrki, og tí skal HB út í undan-undankapping um at sleppa við til fyrsta undanumfar. Men HB fær fyrimun av heimavølli
22. juni og 25. juni verða spennandi fótbóltsdystir í Føroyum. Talan er um eina kapping millum meistaraliðini í Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino. Tað liðið, sum vinnur hesa kappingina tryggjar sær luttøku í fyrsta undanumfari í Champions League í ár.
Enn er ógreitt hvørji mótstøðuliðini hjá føroyska meistaranum, HB, verða. Meistaraheitið í hinum londunum er ikki avgjørt enn.
Men tað er nú avgjørt, at hesi liðini skulu spæla undankapping í Føroyum. 8. juni verður lutakast um hvussu dystirnir verða spældir. Verður mannagongdin tann sama, sum í fjør, so verða HB og meistararnir úr Kosovi seedaðir, og koma ikki at hittast í fyrstu dystinum, sum verða spældir 22. juni.
Vinnararnir av hesum dystunum skulu so spæla finalu 25. juni um rættin at luttaka sum 52. landið í sjálvari Champions League kappingini. Lutakastið til fyrsta undanumfar verður 15. juni, so longu tá veit vinnandi liðið hvørjum tað skal møta í víðari kappingini.
Linfield víðari uttan dyst
Tá KÍ luttók í Champions League í fjør sum føroyameistari 2019, var ikki neyðugt hjá liðinum at vera við til hesa undan-undankappingina.
Men úrslitini í Champions League hava lagað seg soleiðis, at Norðurírland hevur vunnið seg fram um Føroyar, og norðurírsku meistararnir sleppa nú undan hesi kappingini, sum er millum tey lægst styrkismettu londini í Evropa, tá um felagsfótbólt ræður.
Í fjør hendi tað, at meistararnir úr Kosovo, FC Drita, spældu seg í finaluna móti Linfield úr Norðurírlandi. Liðini høvdu vunnið á ávikavist Inter Club d’Escaldes úr Andorra og Tre Fiori úr San Marino. Kappingin varð hildin á leikvøllinum, sum liggur beint við høvuðsborgina hjá Uefa í Nyon í Sveits.
Men finalan varð ongantíð spæld. Undan finaludystinum vísti tað seg, at tveir leikarar á liðnum úr Kosovo høvdu fingið korona-smittuna, og dysturin varð tí avlýstur, og Linfield úr Norðurírlandi dømt at vinna dystin 3-0.
Linfield trekti útivøll móti pólsku meistarunum úr Legia í Warshawa í fyrsta umfari, og tapti dystin 0-1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. apríl 2021
Fuglafirðingar tryggja sær høvuðsvenjaran til og við kappingarárið 2022
Høvuðsvenjarin á besta mansliðnum hjá ÍF, Ólavur Larsen, hevur longt um sáttmálan.
Hesum boðar felagið frá farna vikuskiftið.
Ólavur Larsen er lokalur, og hevur verið venjari hjá ÍF í ymsum aldursbólkum og hjá báðum kynum næstan óavbrotið síðani 2002. Í 2018 fór hann í undir UEFA A-venjaraútbúgvingina, og í desember 2020 var útbúgvingin lokin.
Talan er um nýggjan fulltíðar sáttmála, um er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.
Ólavur Larsen fer eisini at røkja aðrar uppgávur í felagnum aftrat uppgávuni sum høvuðsvenjari.
Besta mansliðið hjá fuglfirðingum hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, og liggur aftaná trý umfør á øðrum plássi við sjey stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2021
8.000 áskoðarar við koronapassi sleppa inn til Liga Cup finaluna á Wembley 25. apríl
Tá Tottenham og Manchester City hin 25. apríl fara á Wembley leikvøllin í London fyri at spæla finalu í Liga Cup, verða áskoðarar til dystin.
Fótbóltsdystirnir í Onglandi hava annars verið spældir uttan áskoðarar í longri tíð. Men til finaluna á Wembley fáa 8.000 áskoðarar atgongd til dystin. Tal er um eitt royndartiltak, sum bretska stjórnin hevur tikið stig til.
Fyri at kunna fáa atgongumerki, er neyðugt at vísa eitt koronapass, har tað týðuliga gongur fram, um ein er koppsettur ella nýliga testaður.
- Talan er um eina vísundaliga roynd, sum skal beina slóð fyri, at vit aftur sleppa at kunna gleðast um at uppliva stórhendingar saman, sigur bretski mentamálaráðharrin, Oliver Dowden.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Kontrast FM verður í Høllini á Hálsi í dag
Sera spennandi dystir vóru í Badmintonhøllini í Havn í vikuni, tá innleiðandi umførini til FM í badminton byrjaðu. Hósdagin varð avgjørt, hvør vann seg í finalurnar um føroyameistaraheitið í einmansleiki til Kontrast FM.
Í finaluni til hjá kvinnunum eru Gunnva K. Jacobsen og Miriam í Grótinum, báðar frá Havnar Badmintonfelag.
Hjá monnunum vunnu Niclas Eysturoy og Magnus Dahl Christiansen plássini í finaluni, teir eru somuleiðis báðir frá Havnar Badmintonfelag.
Kontrast FM verður í høllini á Hálsi í dag, leygardagin 10. apríl. Tá verða allar finalurnar um føroyameistaraheitið í badminton spældar. Dagurin byrjar kl 10, tá verða finalurnar stroymdar á facebook síðuni hjá Badmintonsambandinum. KVF sendir beinleiðis frá kl 13.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Helgi Winther Olsen vann súkklukapping úr Tórshavn niðan á Mýrarnar oman fyri Vestmanna
Skírisdag skipaði Sersambandi fyri súkkling og triathlon fyrið súkklukapping. Kappast varð í vegasúkkling og leiðin gekk úr Tórshavn til Vestmannar, har málið var uppi á Mýrunum.
Kappast var í tveimum bólkum, har mótiónsbólkurin súkklaði styttra teinin á 44 kilometrar og 1.100 hæddarmetrar beina leið úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Opin bólkur súkklaði longra teinin á 66 kilometrar og 1.400 hæddarmetrar og fór úr Kollafirði norður til Hósvíkar at venda, og síðani til Vestmannar og niðan á Mýrarnar.
Sjey súkklarar luttóku í motiónsbólkinum og seks luttkarar í opnum bólki. Í báðum bólkum var kappingin avgjørd á teimum tveimum síðstu longu brekkunum. Úr Leynum niðan á Høgareyn og úr Vestmanna niðan a Mýrarnar.
Harður mótvindur var niðan á Høgareyn og ilt var hjá súkklarum at gera stóran vørr og sleppa undan. Tá komið var til Vestmannar lá vindurin í ryggin og tað bleiv í størri mun ein styrkisdystur millum hvønn súkklara.
Helgi drúgvastur
Í opnum bólki vóru tríggir mans saman, tá ið drúgva klintringina niðan á Høgareyn úr Leynum byrjaði.
Tað eydnaðist Helga Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum og Dáva Magnussen úr Tórshavnar Súkklufelagið at sleppa undan Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag í brekkuni. Nógvi vindurin gjørdi aftur, at Helgi og Dávur ikki sloppu undan hvør øðrum.
Teir fóru saman inn í síðstu klintrininga niðan á Mýrarnar og tá eydnaðist Helga at sleppa undan Dáva og gerast fyrstur niðan og vinna kappingina við 12 sekundum. Jákup Petur gjørdist triði maður á mál, 11 minuttir aftan fyri vinnaran.
King of Mountain
Sum ofta er í súkklukappingum, var ein eykakapping løgd inn. Allir súkklarar, sum ynsktu at luttaka, vóru bidnir um at leggja GPS máting á Strava. Hetta er ein talgildur platformur at samanbera tíðir við á einum undanskrásettum strekki. Øll sum síðani súkkla hendan teinin fáa automatisk mált tíðina.
Strava strekkið sum kappast varð í, var síðsta klintringin niðan á Mýrarnar. Tað er 5,71 kilometrar langt og 351 metrar í hædd við 6,1 prosentum í miðalhalli. Stórur partur av klintringini er væl omanfyri 10 prosent.
Spenningur var um súkklararnir fóru at klára at bøta um áður skjótastu tíð. Tað gjørdi bæði Helgi og Dávur, og Helgi gjørdist skjótasti súkklari á strekkinum við tíðini 15.48 minuttir, sum var 2.47 mininuttari skjótari enn fyrra tíðin. Miðalmátturin hjá Helga 372 watt og miðalferðin 21,7 km/t.
Flóvin bestur av motiónistunum
Í motiónsbólkinum sleyt Flóvin Eidesgaard úr Føroyar Triathlonfelag undan Tórarinn Didriksen úr Tórshavnar Súkklufelag, og vann síðstu klintringina við 16 sekundum. Kjartan Egholm úr Tórshavnar Súkklufelag gjørdist triðskjótastur og kom á mál 1,51 minnuttir aftan á vinnaran.
Frá vinstru Jákup Petur Eliassen, Helgi Winther Olsen og Dávur Magnussen (Mynd: Oskar Wilk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Mátti tó út í umtalv - bæði kviktalv og snartalv - áðrenn Martin Poulsen varð bastur
Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 23 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag vann umdystin um FM-heitið í talvi móti 36 ára gamla Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag.
Teir báðir endaðu javnir fremst í landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini, sum Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri á Skúlatrøð í dimbuldagavikuni.
Fyri tólvtu ferð hesar hálvthundrað ferðirnar, at telvað hevur verið um FM-heitið í einstaklingstelving í nýggjari tíð, mátti umdystur til.
Fyrst vórðu tvey kviktalv á skránni. 25 minuttir í part umframt nøkur sekund fyri hvønn fluttan leik. Høgni vann sannførandi fyrra talvið við hvíta fólkinum.
Í seinna talvinum spenti Martin seg út. Hann hevði Høgna í trongstøðu, fekk hann at hugsa leingi, so at hann eisini varð trýstur á klokkuni, og í uppbýtisskiftinum úr miðtalvi í endatalv, lá Martin brádliga omaná, og restin var teknikkur.
Dramatisk snartelving
Nú var 1-1, so farast mátti undir snarkapping. Tríggir minuttir hvør. Kovboytelving við lít.
Høgni hevði hvítt í fyrsta talvinum. Brádliga misti Martin mann, men honum eydnaðist kortini at bíta saman tenn og stríðast av øllum alvi, og mín sann um hann ikki fekk talvið javnt kortini. Slíkt hendir bara í snartalvum.
Nú hevði Martin hvítt í seinna snartalvinum. Tað gjørdist eftir umstøðunum eitt frálíkt talv, áhugavert og spennandi og væl telvað, tá havt verður í huga, at báðir máttu flyta í skundi, tí at kalla eingin tíð var at umráða seg í.
Tað bylgdist livandi aftur og fram báðar vegir, eina løtu var líkt til, at Høgni hevði munin, so kom Martin afturíaftur og var kanska við yvirlutan, so fann Høgni aftur góðar leikir, brátt stóð hann við fyrimuninum aftur, ivaleyst avgerandi fyrimuni, men so togaði Martin seg aftur upp við hárrótunum, fann nøkur skák, sum fløktu støðuna so mikið, at eingin visti, hvønn veg alt vendi, brádliga kundi hann skáka hóttandi frífinnu av Høgna, at síggja til javnaðist støðan tá aftur til javnt endatalv, men nú høvdu báðir bara fá sekund eftir í part.
Martin leyp nú framav, helt seg fáa eina finnu aftrat, men hevði yvirsæð bøtandi frúgvaleik fyri síðsta skákinum, og tá var deyðin í durunum. Vit fingu tí ikki hitt ultimativa Armageddon-talvið, sum hesin umdysturin helst hevði uppiborð.
Høgni Egilstoft Nielsen (hm) og Martin Poulsen (vm) takka hvør øðrum fyri ein spennandi og harðan umdyst um FM-heitið. (Mynd: Esbern Christiansen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2021
Hin fyrra verður klokkan ellivu - hin seinna verður klokkan tólv. 19 konfirmantar eru samanlagt
Tvær konfirmatiónir verða í Glyvra kirkju sunnudagin 11. apríl. Hin fyrra verður kl. 11, og hin seinna verður kl. 12.30
Konfirmantarnir kl. 11 eru:
Petra Jonhardsdóttir Geyti, Saltangará
Jónvá Danielsen, Lamba
Vár Sólheim Joensen, Saltangará
Estrid Højgaard, Runavík
Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Rituvík
Leivur Lassen, Saltangará
Ernst Langgaard, Saltangará
Jógvan Martin Langgaard, Runavík
Beinir Grønagarð, Glyvrar
Konfirmantarnir kl. 12.30 eru:
Miriam Bogadóttir Brekku, Saltangará
Luna Klein Joensen, Oyndarfjørður
Noomi Ásudóttir Dahl, Glyvrar
Rakul Maria Tausen, Æðuvík
Ása Búadóttir Jensen, Saltangará
Jóhanna Sofía Justinussen Højgaard, Rituvík
Martin Ragnarsson, Glyvrar
Johan Karbech Hansen, Skála
Rókur Troest Rasmussen, Saltangará
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. apríl 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald