Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. apríl 2021 | Nr. 16 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Danska Vestas fegnast um føroyskan vindmyllusáttmála

SíÐa 19

1 Leygardagur 17. apríl 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Um at liva upp til eftirspurningin

Í blaðnum í dag eru tríggjar framgongdarsøgur – successøgur.

Um eina av lýsingastovunum, sum enn einaferð hevur vunnið stóran heiður í einum nýskapandi átaki fyri føroysku ferðavinnuna.

Síðan er ein søga um tveir næmingar á 10. flokki í Havn – NámX – sum fyrst hava vunnið føroyska skúlaFM í íverksetan, og síðan danmarksmeistaraheitið eisini, fyri sítt hugskot at gera eitt húðkrem burtur úr endurnýtslutilfari.

Eisini er ein søga um ein virkisfúsan ungan dana, sum kom til Føroyar at gera eina øl á einum føroyskum bryggjaríi í praktikkini í sambandi við sína útbúgving á donskum vinnuháskúla.

Alt søgur um fólk við hugflogi og framtaksdirvi til at hugsa kreativt og finna loysnir, sum eru øðrvísi enn tær, vit kendu frammanundan. Tí tað eru slík fólk, sum fara avstað við heiðrinum tá vinnarar skulu kjósast.

Vit eiga nógv fólk í Føroyum, sum hava dirvi og hugflog til at hugsa út um vanliga kassan, og finna nýggjar og haldbærar loysnir. Vit síggja tað ikki bara í íverksetanarkappingum, men eisini á fleiri øðrum økjum – ikki minst innan listina.

Spurningurin er so, um hetta framtaks- og nýskapanarríkidømi, sum finst her á landi, sæst aftur í okkara útbúgvingarskipan. Skuldu tey, ið ráða fyri borgum ikki hugt eitt sindur eftir fyri at vita, um vit hava tey røttu tilboðini til okkara ungdóm, tá tað ræður um at menna skapanarevnini, eisini í vinnuligum samanhangi?

Hvussu nógvar søgu- og samfelagsfrøðingar skal Fróðskaparsetrið klekja áðrenn onkur rópar varskó, og sigur steðga!?

Hvar eru útbúgvingarnar, sum beinleiðis eggja til menning av okkara høvuðsvinnum? Til fiskivinnuna, til alivinnuna, til ferðavinnuna?

Spurningurin er, um vit hava eina útbúgvingarskipan, sum livir upp til kreativa meingið í Føroyum. Tað verði seg innan tónleik, innan málningalist, innan skaldskab, binding, sniðgeving, hárfríðkan, neglarøkt og tú kanst sjálv/ur halda fram. Sæst føroyska skapanarevni aftur í útbúgvingarskipanini? 

Søgurnar í dag snúgva seg um kreativa marknaðarføring, um íverksetan innan persónliga røkt og um elligamla yrkið at bryggja øl. Hetta síðsta kundi so at siga verið innan alla nýskapandi matvøruframleiðslu yvirhøvur - men slíkar útbúgvingar síggjast ikki aftur á teimum tilboðum, sum vit bjóða ungdóminum herheima.

Áttu vit ikki at gjørt okkurt við tað?

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6470

    Lisnar síður: 28297

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 17. apríl 2021

Hava enn ikki kannað flakan

Hóast veðrið er batnað, hevur tað enn ikki verið ráðiligt at senda kavarar út at hyggja at fóðurflakanum, sum sleit á Víkum, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var mánadagin í undanfarnu viku, at Hellutangi, fóðurflakin hjá alifelagnum Luna, sleit í illveðrinum og rak inn á sandin á Víkum, og har liggur hann enn.

Enn er ikki eydnast at kanna Hellutanga nærri.

– Hóast tað er fínasta veður, so er tað ókyrt, og tað er ikki ráðiligt at fara við kavarum at hyggja og svimja runt um hann, so leingi sum tað er brim har, tí tá setur mann mannaheilsu í vanda, segði Atli Gregersen við Portalin mánadagin.

Hvussu leingi Hellutangi kemur at liggja á sandinum ber ikki til at siga, fyrr enn tey hava kannað flakan og sæð, hvørjum standi hann er í.

– Vit hava gjørt allar møguligar metingar, men enn vita vit ov lítið, sigur Atli Gregersen.

Luna fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri.

Fólk frá Vága Bjargingafelag og Brimli vóru týsdagin hjá Hellutanga, men tað var ókyrt. Tó viðraði tað so mikið væl at tað bar til at koma eitt sindur nærri 70 metrar langa Hellutanga, og kanna hvør støðan er. Men tað var ov ókyrt hjá kavarum at fara niður at kanna skipið.

Ætlanin er tó at royna seg við undirvatnsdronu, so greiða fast á, hvussu botnurin sær út.

Hetta er nakað sum fer at taka langa tíð, men ber til at bjarga virðinum, verður tað gjørt, sigur Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, við útvarpið.

Men høvuðsmálið er at fáa skipið burtur, so hann ikki stendur har, sum ein varði sum eingin er stoltur av upplýsir Atli Gregersen.

Ein rúmmetur av olju var í skipinum, tá tað fór av land.

Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók Norði á Munna seinnapartin mánadagin:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

3 Leygardagur 17. apríl 2021

Durita og Elin vunnu DM í íverksetan

Bólkurin Duel vann hósdagin DM í íverksetan fyri húðkrem úr endurnýttum rávørum. Fyrr í ár vunnu tær báðar Skúla FM

Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir (Mynd: Íverksetarahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rómur var í Íverksetarahúsinum í Klaksvík hósdagin. Tær báðar, Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, úr NámX við bólkinum Duel hava vunnið DM í íverksetan.

Tær báðar hava undir navninum North Atlantic Skincare framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum, og vunnu fyrr í ár Skúla FM í íverksetan. Tær fingu tískil møguleikan at luttaka í danmarksmeistaraskapinum í íverksetan.

Hetta var í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipaði fyri, og har eisini skúlanæmingar runt um í Danmark og í Grønlandi luttaka.

Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men orsakað koronasmittuni varð kappingin í ár hildin á netinum, og hevði Duel sína framløgu í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, haðani framløgan varð stroymd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

4 Leygardagur 17. apríl 2021

23 ára gamal bryggjari: Praktikantølin útseld upp á fáar vikur

Dreingjadreymurin hjá dananum Jens Fredsø Kold gjørdist veruleiki, tá hann slapp at bryggja eina øl fyri Okkara. Ølin var so mikið væl umtókt, at hon varð útseld upp á tríggjar vikur. Nú er bryggjaríið í uppskoti til heiðursløn á Vinnuháskúlanum í Aarhus

(Mynd: Okkara / Erhversakademi Aarhus)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

4.000 seldar fløskur upp á tríggjar vikur.

Tað eru tølini fyri Okkara Bragd No. 11. Ein øl, sum Jens Fredsø Kold menti, meðan hann í fimm mánaðir var í starvsvenjing hjá bryggjarínum á Velbastað.

Starvsvenjingin var partur av matvøruútbúgvingini, sum ølentusiasturin tekur á Vinnuháskúlanum í Aarhus. Jens Fredsø Kold hevur skotið Okkara upp til ársins praktik-heiðursløn á skúlanum.

- Tað var stórt tann dagin, tá eg sá etikettirnar verða settar á mína øl, men upp aftur størri, tá eg sá fløskurnar á hillunum í handlunum. Eg var ovfarin hvussu væl fólk tóku ímóti, sigur 23 ára gamli Jens Fredsø Kold við heimasíðuna hjá skúlanum.

Okkara Bragd No. 11 er ein øl av slagnum New England IPA, sum er eitt nýtt ølslag, og sum ikki hevur verið bryggjað í Føroyum áður. Umframt tær 4.000 fløskurnar, vórðu 800 fløskur sendar við Jensi til Danmarkar, har tær vórðu seldar eftir einari viku.

Jens Fredsø Kold letur væl at uppihaldinum í Føroyum. Hann sigur, at eftir arbeiðstíð varð hann millum annað við til ymiskt í føroysku náttúruni, so sum at skjóta harur og at reka seyð.

[object Object]

Hann greiðir frá, at umframt at menna og royna sína egnu serøl, og at bryggja við 4.000 litra stóru ketlunum á Velbastað, arbeiddi hann eisini við mannagongdum, og at bøta um hesar.

- Eg var fyrsti praktikanturin hjá Okkara, og teir góvu mær frælsi at seta mína egna dám á uppihaldið. Tey vóru áhugaði í at hjálpa og stuðla mær allan vegin, tey hava uppiborið heiðurslønina, sigur Jens Fredsø Kold, sum verður liðugur við sína útbúgving januar næsta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

5

Størv

Starvsfólk til betongarbeiðið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Verkætlanarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Farloyvisstarv til bókhaldið hjá Poul Hansen samtakinum

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Lærlingur til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 01. apríl 2024

Visitator/ fyribyrgjari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Vísindastarv í KT-trygd til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 15. apríl 2024

Kom í SKRIVSTOVULÆRU hjá okkum

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Fulltrúi til Mentanardeildina (Farloyvisstarv)

Meira Umsóknarfreist: 11. apríl 2024

Barnsburðarfarloyvisstarv fyri samskiftisfólk á Umhvørvisstovuni

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

Listasavn Føroya lýsir eftir nýggjum stjóra

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024
6 Leygardagur 17. apríl 2021

Tríggjar virðislønir til føroyskt ferðavinnuátak

Á altjóða ECHO Awards 2021 hósdagin fekk átakið Remote Tourism, sum Sansir og Mensch mentu fyri Visit Faroe Islands, tríggjar gullvirðislønir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin varð altjóða virðislønahandanin ECHO Awards hátíðarhildin á netinum.

Talan er um eitt tiltak, sum heiðrar original hugskot og einastandandi avrik, sum amerikanska Association of National Advertisers hevur staðið aftanfyri síðan 1929. Á ársins ECHO Awards fekk átakið Remote Tourism hjá Visit Faroe Islands heili tríggjar virðislønir, skrivar Dansk Markedsføring.

Í ár kappaðust átøk úr fleiri enn 20 londum um tær 71 virðislønirnar, sum vórðu latnar í 27 bólkum.

Remote Tourism, sum Sansir og Mensch høvu ment fyri Visit Faroe Islands, fingu tríggjar gullvirðislønir.

Talan var um eitt átak frá 2020, sum gjørdist væl umtókt, tá korona forðaði fólki í at ferðast. Umvegis heimasíðuna remote-tourism.com kundu fólk fara á talgilda rundferð í Føroyum.

[object Object]

Remote Tourism gekk fyri seg á tann hátt, at Visit Faroe Islands hevði lagt nakrar túrar til rættis, har ein ferðaleiðari vísti ferðafólkum runt í Føroyum, og síðani kundu fólk skiftast um at stýra ferðaleiðaranum og velja, hvønn veg hann skuldi fara. Alt hetta gekk fyri seg á netinum.

Sansir og Mensch vunnu gull í bólkunum "Best Campaign for Under $250,000", "Best Experiental", og "Travel & Hospitality".

Visit Faroe Islands skipaði fyri 22 talgildum túrum kring Føroyar. Seinasti túrurin var 17. juni 2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

7 Leygardagur 17. apríl 2021

Aslaug Gisladóttir afturvald sum nevndarforkvinna í Betri

- Vit fegnast um, at tað gongur væl í øllum dótturfeløgum, og at Betri samtakið støðugt er eitt sterkt og gott felag, sigur nevndarforkvinnan

Aslaug Gisladóttir varð síðsta fríggjakvøld vald til nevndarforkvinnu í Betri á triðja sinni (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjakvøld var ársaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri Samtakið, og tá varð Aslaug Gisladóttir vald sum nevndarforkvinna á triðja sinni, skrivar Betri í tíðindaskrivi.

Gunn Danielsen, Petur Elias Nielsen, og Mortan Simonsen stóðu fyri vali á nevndarfundinum, og vórðu tey øll afturvald. Umframt hesi sita Aslaug Gisladóttir, Ragnar Joensen, og Lars Løkke Rasmussen í nevndini.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu. Tær báðar hava staðið á odda fyri Betri samtakinum síðan 2018.

- Vit fegnast um, at tað gongur væl í øllum dótturfeløgum, og at Betri samtakið støðugt er eitt sterkt og gott felag, sigur Aslaug Gisladóttir.

Forkvinnan fegnast um, at feløgini í Betri samtakinum eru sterk og væl fyri, og at samlaða úrslitið gjørdist 146,3 milliónir krónur, hóast 2020 var eitt avbjóðandi ár.

- Eisini er gleðiligt, at Umboðsráðið, sum umboðar eigarar okkara, stuðlar so væl upp um samtakið og ta leið, vit ynskja at ganga. Tað er helst eisini tekin um, at vit eru á rættari kós, sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

8 Leygardagur 17. apríl 2021

Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri

Ósemja ger, at stjórin á Smyril Line fer frá. Hann gevst í starvinum beinanvegin

Rúni Vang Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rúni Vang Poulsen gevst sum stjóri á Smyril Line. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin týsdagin.

- Ósemja millum nevnd og stjóra ger, at partarnir hava valt at gera eina fráfaringaravtalu, verður sagt.

Nevndin takkar Rúna Vang Poulsen fyri áhaldni og gott arbeiði seinastu 12 árini, hvar felagi hevur verið í stórari menning.

Hann gevst í starvinum beinanveg.

Boðað verður frá, at Jens Meinhard Rasmussen verður fyribilsstjóri. Samstundis fer hann frá sum nevndarformaður, og Hendrik Egholm verður nevndarformaður fram til aðalfundin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

9 Leygardagur 17. apríl 2021

Magn á sølulista kortini

Íslendski keypsskálin boðar frá, at Magn er til sølu. Og áhugi er at keypa føroyska orkufelagið

(Mynd: Magn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað frættist í januar, at føroyska orkufelagið Magn var til sølu. Nakrar dagar seinni segði íslendski eigarin, Skeljungur, hetta verða følsk tíðindi, men nú føroyska felagið fyri vist til sølu.

Skeljungur hevur heitt á bankan “Kvika” um at standa fyri søluni. Sambært einari fráboðan frá íslendska keypsskálanum, eru áhugaðir keyparar. Boðað verður frá, at okkurt nýtt verður at frætta um í nærmastu framtíð, visti Dagur og vika hóskvøldið.

Kvika banki hevur almannakunngjørt fíggjarætlanina fyri 2021 hjá Magn og felagnum Demich, sum Magn eisini eigur. Sagt verður, at áhugi er fyri at keypa.

Magn er eitt gullegg, og hevur havt tilsamans 180 milliónir í avlopi seinastu fimm árini. Methøgt vinningsbýti varð eisini lutað út í vinningsbýti í fjør, tá íslendsku eigararnir fingu 93 milliónir úr felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

10 Leygardagur 17. apríl 2021

Tobbi aftur í løgtingið

Ingolf S. Olsen, sum hevur havt sætið fyri Høgna Hoydal seinasta mánaðin, er farin til skips

Tórbjørn Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Næstu tvær vikurnar tekur Tórbjørn Jacobsen sætið á tingi fyri Høgna Hoydal, sum hevur biðið Løgtingið um at leingja sítt farloyvi til 3. mai.

Ingolf S. Olsen, úr Vága Tjóðveldisfelag, sum hevur havt sætið seinasta mánaðin, er farin til skips.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, var tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin frá 1998 til 2011, tá ið hann ikki stillaði upp aftur. Hann hevur verið landsstýrismaður við mentamálum og fiskivinnumálum og somuleiðis fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi í fleiri umførum.

Tobbi var uppstillaður fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag, har hann hevur verið limur síðani ungdómsárini, umframt at hann hevur sitið í nevndini í mong ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

11 Leygardagur 17. apríl 2021

Fáa koronupass innan stutta tíð

Sjúkrahúsverkið og Smyril Line eru í ferð við at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, og ætlanin er, at hon við tíðini skal lúka altjóða treytir, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sjúkrahúsverkið er í ferð við at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Johan Dahl, tingmann fyri Sambandsflokkin.

Talan er um eina kvittan, sum kann fáast sum PDF at skriva út ella leggja í AppleWallet. Seinni í apríl verður kvittanin væntandi eisini tøk til fartelefonir, sum brúka Android, tá fyritøkan Google er liðug við arbeiðið at gera eitt "standard koronupass" til teirra wallet, sum skal nýtast altjóða.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við Smyril Line um at menna hesa sonevndu koronukvittanina.

Smyril Line hevur ment báðar bókingarskipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar í sambandi við koronukanningar og koronukoppseting, og eru skipanirnar sniðgjørdar soleiðis, at tær kunnu senda út kvittan – ávikavíst um ein er staðfestur negativur fyri koronu ella liðugt koppsettur. Tí er í løtuni upplagt at arbeiða víðari við hesum loysnum, og Sjúkrahúsverkið metir, at hendan kvittanin kann brúkast sum eitt slag av koronupassi á sama stigi sum tað, ið er tikið í nýtslu í Danmark, sigur landsstýrismaðurin.

Koppsetingarkvittanin er persónlig og inniheldur upplýsingar um navn, upplýsingar um koppingarevni, og nær viðkomandi hevur fingið koppsetingina. Somuleiðis hevur hvør kvittan eina serstaka QR-kotu, sum kann skannast av t.d. flogfeløgum og øðrum og váttast í skipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Føroysku stjórnarráðini hava eisini samskift við bæði danskar myndugleikar og fólk úr ES um møguleikar fyri at fáa eitt altjóða góðkent koronupass til føroyingar, upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen.

– Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og standardir, sum ES-londini seta, og okkum kunnugt verður talan um eina skipan við nationalum loysnum við sínámillum góðkenning. Vit hava eisini fingið kunning um, at ein slík skipan neyvan verður klár fyrr enn seint í juni.

Eisini hava føroysku stjórnarráðini samskift við IATA, altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, har m.a. Atlantic Airways og SAS eru limir. Felagsskapurin er farin at menna eina talgilda loysn – IATA Travel Pass – sum loyvir ferðandi, flogfeløgum og myndugleikum at goyma og eftirkanna váttanir um koronakanningar og koppsetingar umframt at miðsavna myndugleikakrøv í sambandi við ferðing.

Samskifti er við IATA um at fáa førysku loysnirnar fevndar av IATA Travel Pass, tá ið tann skipanin er klár, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

– Samanumtikið síggja vit fyri okkum, at arbeiðið við koronapassinum kann gerast í stigum. Innan heilt stutta tíð verður koppsetingarkvittanin hjá Sjúkrahúsverkinum klár at taka í nýtslu og kann beinanvegin brúkast innanlands. Næsta stig er at fáa talgildu loysnina góðkenda í Ríkisfelagsskapinum, og í hesum sambandi kunnu vit nevna, at í næstu viku verður fundur millum Sjúkrahúsverkið, Finansministeriet og Digitaliseringsstyrelsen um hesi viðurskifti.

– Tað er avgjørt ætlanin, at koppsetingarkvittanin við tíðini fer at lúka altjóða treytir og hevur teir standardir, sum krevjast fyri at verða góðkent sum eitt talgilt koronupass, sum spyrjarin eftirspyr. Ilt er at siga neyvt, nær hetta verður klárt, men málið er, at føroyingar koppsettir í Føroyum, hava eitt talgilt koronupass, sum lýkur ES-standardir, tá skipanin hjá ES verður sett í verk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

12 Leygardagur 17. apríl 2021

Tey smittaðu frá fyrstu bylgju hava framvegis andevni

Føroysku úrslitini eru nú send altjóða tíðariti til almannakunngering

Maria Skaalup Petersen hevur gjørt kanningina saman við Pál Weihe (Savnsmynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu korona í fyrstu bylgju, framvegis hava andevnir 12 mánaðir eftir sjúku. Úrslitini vísa, at andevnis mongdin (IgG) lækkar mest teir fyrstu 7 mánaðirnar fyri síðan at verða meira støðug fram til 12 mánaðir.

- Nú eru meira enn eitt ár liðið, síðan Føroyar høvdu sín fyrsta tilburð av covid-19. Heilt frá byrjan hava vit fylt teimum, sum hava haft korona, m.a. við at kanna, um tey hava andevnir. Flest teirra hava latið tríggjar blóðroyndir, ávikavist 3, 7 og 12 mánaðir (fyrsta bylgja) og 1, 3 og 7 mánaðir eftir sjúku (seinni bylgjur), skriva Pál Weihe og Maria Skaalup Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi.

- Hesi úrslit eru heilt nýggj, eisini í altjóða høpi, tí vit hava enn ikki sæð aðrar kanningar um andevnir eitt heilt ár eftir sjúku. Tey føroysku úrslitini eru nú send til altjóða tíðarrit til almannakunngering.

- Vit rokna við, at hesi fólk, sum hava haft koronasmittuna, framvegis eru vard móti endursmittu, men hvussu sterk verjan er, ber illa til at siga longu nú.

Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan og Fróðskaparsetur Føroya. Kanningin er fíggjað av Felagnum Nótaskip og Spf. Krúnborg og Borgartún, meðan innsavnan av blóðroyndum er fíggjað av tí serliga covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum og Novo Nordisk Fonden.

Andevniskanningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Ríkissjúkrahúsinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

13 Leygardagur 17. apríl 2021

Danmark keypir ikki Sputnik-vaksinu fyribils

Mette Frederiksen vil ikki bíleggja koppsetingarheilivág, sum ikki er góðkendur av EMA

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska stjórnin hevur ongan áhuga í at keypa russiska koppsetingarevnið við heitinum Sputnik V.

- Vit vilja bert brúka vaksinur, ið eru góðkendar av evropeiska heilivágsstovninum, EMA. Russiska vaksinan er ikki góðkend, segði danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, við danskar miðlar uttan fyri eina koppsetingarstøð í Roskilde mánadagin.

Upp á fyrispurning, um tað ikki bar til at bíleggja heilivágin undir treyt av, at hann verður góðkendur, svaraði Mette Frederiksen:

- Hví skulu vit keypa eina vaksinu, sum ikki er góðkend, tá vit hava keypt ríkiligt frammanundan?

[object Object]
Mette Frederiksen vitjaði eina koppsetingarmiðstøð í Roskilde í gjár (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen hevur annars fyrr víst áhuga fyri at fáa fleiri skamtir til Danmarkar. Men tað snýr seg um heilivág, sum er góðkendur í ES.

Aðrastaðni er størri áhugi fyri russiska koppsetingarheilivágnum.

Týskland og Eysturríki eru í samráðingum við Russland um forhandarkeyp keyp av russiska koppsetingarevninum.

Ein treyt fyri eini týskari avtalu er, at EMA sigur gott fyri heilivágnum, og at hann síðan verður góðkendur í ES.

Óvist er, um Eysturríki hevur sett somu treytir, skrivar Ritzau, men her er so talan um at landið skal fáa eina millión skamtir av koppsetingarevninum áðrenn juni mánaður er úti.

Ungarn koppsetir, sum einasta ES-land í løtuni, við Sputnik V. Her er heilivágurin góðkendur uttan um ES.

Enn hevur EMA ikki fingið umsókn um góðkenning av Sputnik-vaksinuni, skrivar Ritzau.

Sambært eini grein í læknatíðarritinum The Lancet, riggaði russiska vaksinan í 92 prosent av førunum. Vaksinan var givin næstan 20.000 royndarpersónum, skrivar Ritzau.

[object Object]
Ungarn er einasta ES-land, sum brúkar russiska koppsetingarevnið, Sputnik V (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

14 Leygardagur 17. apríl 2021

Svøríki heldur fram at koppseta við AstraZeneca

Svensku heilsumyndugleikarnir meta tað framvegis vera trygt at brúka umstrídda koppingarevnið

Koppingarevnið frá AstraZeneca verður framvegis brúkt í Svøríki (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóast Danmark nú hevur vrakað koppingarevnið hjá AstraZeneca, hava tey í Svøríki tikið eina aðra avgerð. Har meta myndugleikarnir, at koppingarevnið er trygt at brúka, og halda tey sostatt fram at koppseta við tí.

Í Svøríki kunnu fólk yvir 65 ár verða koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

– Hvørki vit ella nakar annar sær nakran vanda, og tí halda vit, eins og restin av heiminum, fram við at brúka tað, segði Johan Carlson, aðalstjóri hjá Folkhälsomyndigheten á tíðindafundi fríggjadagin sambært Ritzau.

Tað var 11. mars, at myndugleikarnir í Danmark boðaðu frá einum fyribils steðgi í koppsetingini við AstraZeneca, eftir at fleiri koppsett fólk høvdu fingið staðfest blóðtøpp, og mikudagin varð boðaðu frá, at koppingarevnið var vrakað.

Í Týsklandi verður koppingarevnið hjá AstraZeneca bert brúkt til fólk yvir 60 ár, og tey, sum eru yngri og hava fingið fyrru koppsetingina frá AstraZeneca fáa næstu koppsetingina við øðrum koppingarevni. Tað sama verður galdandi í Danmark.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

15 Leygardagur 17. apríl 2021

Moderna gevur góða verju seks mánaðir eftir koppseting

Tað vísir ein uppfylgjandi kanning, sum amerikanska heilivágsfyritøkan hevur gjørt av teimum persónunum, sum luttóku í klinisku royndinum av koppingarevninum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Koppingarevnið fyri koronu, sum amerikanska heilivágsfyritøkan Moderna hevur framleitt, gevur framvegis góða verju seks mánaðir eftir, at ein persónur hevur fingið seinnu koppsetingina.

Tað er niðurstøðan, eftir at fyritøkan hevur gjørt uppfylgjandi kanningar av teimum, sum luttóku í upprunaligu klinisku royndunum, boðar heilivágsfyritøkan frá í vikuni.

Koppingarevnið hjá Moderna gevur meira enn 90 prosent verju móti koronu, og meira enn 95 prosent verju móti at fólk gerast álvarsliga sjúk.

Moderna boðar eisini frá, at tey eru farin at gera kanningar við nýggjum sløgum av koppingarevninum, sum hava til endamáls at verja móti nýggja suðurafrikanska frábrigdinum, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið hjá Moderna er góðkent til brúk í yvir 40 londum. Tað verður m.a. brúkt í Danmark.

Talan er um eitt sonevnt mRNA-koppingarevni, sum virkar við at fyrireika kroppin til at verja seg móti koronu. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, vit hava koppsett við í Føroyum, er eisini eitt mRNA-koppingarevni.

Mánadagin hevði Moderna veitt uml. 132 milliónir skamtar av koppingarevni til lond um allan heimin, harav 117 milliónir til USA.

Ætlanin er, at USA skal hava fingið 300 milliónir skamtar frá Moderna áðrenn mánaðarskiftið juli/august, og sambært heilivágsfyritøkuni fer tann tíðarætlanin at halda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

16 Leygardagur 17. apríl 2021

Norðurlond seta ferð á náttúruloysnir

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett sær fyri, at í 2030 skulu Norðurlond vera burðardyggasta økið í heiminum. Sum liður í hesum arbeiði hevur ráðið sett 26 milliónir av til verkætlanir, sum hava til endamáls at varðveita natúrligar vistskipanir í londunum. Fyrsta verkætlan av fimm er boðin út

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í virkisætlanini fyri Visjón 2030 hjá Norðurlendska ráðharraráðnum verður staðfest, at Norðurlond komandi árini fara at samstarva um at gerast burðardyggasta økið í heiminum. Tí hevur ráðið m.a. sett 26 milliónir av til eitt programm við fimm verkætlanum, sum í árunum 2021-2024 skulu lýsa, hvussu vit sum best varðveita natúrligar vistskipanir. Umhvørvisstovan samskipar programmið vegna Norðurlendska ráðharraráðið.

Fyrsta verkætlanin, sum snýr seg um at fáa grundleggjandi vitan um náttúruloysnir til vega, er nú farin av bakkastokki. Allir vitanarveitarar í Norðurlondum, sum meta seg hava neyðugu resursurnar til at fara undir verkætlanina, kunnu lata tilboð inn umvegis Keypsportalin.

Náttúruloysnir – ella tað, sum á enskum verður kallað Nature-Based Solutions – eru ein grundleggjandi liður í arbeiðinum fyri umhvørvi og lívfrøðiligt margfeldi. Talan kann til dømis vera um burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi, at varðveita vát- og mýrilendi ella at lata upp løkir og áir. Granskarar meta, at náttúruloysnir kunnu geva ein triðing av tí minking í útláti av vakstrarhúsgassi, sum skal til, fyri at tryggja okkum, at jørðin hitnar væl minni enn tvey hitastig, sum ásett í París sáttmálanum.

Vinningurin av náttúruloysnum er tvíbýttur. Náttúruloysnir eru bæði við til at bøta um verðurlagsbroytingar og til at minka um tap av lívfrøðiligum margfeldi, sum verður mett at vera ein eins stórur trupulleiki, sum hin fyrri. Harafturat er prógvað, at ein væl vard náttúra við ríkum margfeldi hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá fólki.

Vit vita, at Norðurlond arbeiða ymiskt, tá tað snýr seg um náttúruloysnir og at fyribyrgja veðurlagsbroytingum sum heild. Men tørvur er á at fáa eitt yvirlit, sum vísir hvørjar verkætlanir fevna um bæði at varðveita, endurbøta og burðardygga nýtslu tvørtur um ymiskar vistskipanir. Eisini er neyðugt at fáa eina skrá, sum lýsir tær ymisku verkætlanirnar og greiningarnar, sum eru gjørdar á økinum. Soleiðis kunnu Norðurlond samanbera og deila vitan og royndir. Hetta er endamálið við fyrstu verkætlanini, sum nú er boðin út.

Umhvørvisstovan væntar at fáa tilboð inn upp á verkætlanina komandi vikurnar, soleiðis at sáttmáli kann undirskrivast og farast kann undir arbeiðið í juni mánaði.

Tíðindaskriv frá Umhvørvisstovuni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

17 Leygardagur 17. apríl 2021

- Fíggjarstøðan er góð men nettoognin átti at verið størri

Vandi er fyri at ratingin hjá Moody’s lækkar, ávarar Landsbanki Føroya

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast fíggjarstøða landskassans í løtuni er góð, er hon í roynd og veru verri, enn hon var í 2008 tá fíggjarkreppan rakti, enntá hóast Føroyar hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eina komandi búskaparliga afturgongd, er neyðugt at nettoogn landskassans er væl omanfyri tað, hon var í 2007.

Á hvørjum árið kredittmetir Moody’s Føroyar, og hóast covid-19 rakti føroyska búskapin, fingu Føroyar somu rating í august 2020, sum seinast. Sum nú er, tykist covid-19 at hava verið sum ein tíðaravmarkaður stoytur, men verður stoyturin størri og longri, er vandi fyri, at Føroyar verða rataðar niður. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er tí neyðugt at nettoogn landskassans er væl omanfyri tað, hon var í 2007.

Myndin niðanfyri vísir, at landskassin hevði eina nettoskuld á umleið 0 krónur í 2007, áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, meðan hon í 2019, áðrenn covid-19 rakti føroyska búskapin, var minus 750 milliónir krónur.

[object Object]

Í 2011 varð ratingin lækkað, tí landskassin í sambandi við fíggjarkreppuna fleiri ár á rað hevði hall á fíggjarlógini. Landskassin økti í árunum 2008-2015 skuldina við trimum milliardum krónum tilsamans. Skulu Føroyar ikki hava verri rating í sambandi við eini komandi búskaparliga afturgongd, er neyðugt, at nettoognin er væl omanfyri tað, hon var í 2007.

Landsbanki Føroya metir, at nettoognin eigur at vera í øllum førum 10 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, sum svarar til um 2 milliardir krónur soleiðis, at fíggjarligt rásarúm er til at taka ímóti eini komandi búskaparligari afturgongd, uttan at missa eitt stig á ratingstiganum.  

Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

18 Leygardagur 17. apríl 2021

SEV: Fyrsti ársfjórðingur 49 prosent grønur

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2021 kom grøna elframleiðslan samanumtikið upp á smá 49 prosent av samlaðu framleiðsluni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Metkalt var í januar og inn í hálvan februar, og hetta hevði við sær frostbinding, sum minkaði munandi um vatnorkuframleiðsluna, umframt at stilla veðrið tarnaði vindorkuframleiðsluni.

Seinna helvt av februar og stóran part av mars var lýggjari í veðrinum og nógv regn. Hetta hevði við sær, at ferð kom á vatnorkuframleiðsluna.

Eisini øktist miðalvindferðin í Húsahaga úr 7,8 m/sek í januar í 11,9 m/sek í februar, og í Neshaga øktist miðalvindferðin úr 8,3 m/sek í januar í 13,4 m/sek í februar. Tí hilnaðist vindorkuframleiðslan betur í februar enn í januar, og ein av myllunum í Neshaga setti met við knøppum 425 framleiddum MWt. Gamla metið varð sett í Húsahaga í 2018.

Í meginøkinum var elorkuframleiðslan oman fyri 80 prosent burðardygg í tilsamans níggju dagar í februar. Samanlagt var elorkuframleiðslan í februar gott og væl 53 prosent burðardygg.

Burðardygga framleiðslan í januar var 38 prosent, meðan hon í februar og mars var ávikavist 53 og 56 prosent burðardygg. Samanlagt fyri ársfjórðingin var burðardygga framleiðslan 49 prosent.

Býtið millum orkukeldurnar í fyrsta ársfjórðingi var ávikavist olja 51, vatn 32, vindur 15, biogass sløk 2 og sól 0,02 prosent av samlaðu elorkuframleiðsluni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

19 Leygardagur 17. apríl 2021

Danska Vestas fegnast um føroyskan vindmyllusáttmála

Hjá Vestas eru tey errin av at vera partur av varandi orkuloysnini í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú um dagarnar fekk felag undir stovnan hjá Vindrøkt og Effo loyvi til at sera vindmyllur upp á Gellingarkletti í Suðurstreymoy. Talan er um 25 MW vindmylnulund, sum verður sett upp nærhendis Havnini.

Tilsamans seks vindmyllur av slagnum V117-42 verða settar upp í nýggja vindmylnuøkinum. Hesar fara, sambært Vestas, meira enn at tvífalda um samlaðu vindorkuna í Føroyum. Vindmylllurnar koma til Føroya seinast í hesum árinum. Vestas hevur so eisini bundið seg til at veita tænastur í sambandi við verkætlanina komandi 20 árini. 

- Vit eru sera fegnir um at arbeiða saman við Røkt og Effo, sigur Juan Furones, varaforseti fyri sølu hjá Vestas í Norður- og Miðevropa. Hann sigur víðari, at nú Føroyar hava sett sær sum mál at nøkta tørvin á streymi innan 2030 við varandi orku, so er ein verkætlan sum henda tann rætta at røkka málinum.

- Vit í Vestas eru errin av at vera partur av varandi orkuloysnini í Føroyum. Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt, sigur í tíðindaskrivi frá Vestas, at Røkt var fyrsta fyritøkan í Føroyum at fara undir lønadi framleiðslu frá vindmyllum. Hetta var í 2003, tá vit gjørdu av at arbeiða saman við Vestas, so vit eru sera nøgd við at kunna halda fram við tí samstarvinum við dagsins sáttmála.

Janus Thomsen, stjóri í Effo sigur, at sum veitari av orku í Føroyum seinastu 100 árini hevur Effo lagt seg eftir at menna og seta í verk nýggjar burðardyggar loysnir fyri kundarnar.

[object Object]Janus Thomsen, stjóri í Effo, sum saman við Vindrøkt, stendur fyri verkætlanini (Mynd: Sverri Egholm)

- Tí eru vit sera fegnir um, at henda verkætlanin saman við Vestas nú er farin av bakkastokki. Við hesi verkætlan ber til at økja um streymframleiðsluna frá varandi orkukeldum úr 40 uppí 67 prosent. 

Tað var annars sama Vestas, sum á sinni lat Røkt vindmyllur at seta upp í Vestmanna. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

20
Leygardagur 17. apríl 2021

Skipini hava rakt við svartkjaft í føroyskum sjógvi

Føroysku uppsjóvarskipini eru nú mest sum øll farin á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi

Tróndur í Gøtu loysti av Runavík seinnapartin mikudagin (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Boð komu í vikuni frá svartkjaftafeltinum sunnan fyri Føroyar um, at skipini høvdu rakt við svartkjaft.

Tróndur í Gøtu, sum er eitt av skipunum hjá Varðanum loysti seinnapartin mikudagin, eins og Norðingur og Borgarin úr Klaksvík.

Hini skipini, sum tá vóru á feltinum eru Næraberg, Fagraberg, Gøtunes, Christian, og Arctic Voyager, meðan Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Norðingur og Borgarin vóru ávegis á svartkjaftafeltið.

Fleiri íslendsk, russisk og eitt grønlendsk skip fiska eisini svartkjaft í Føroyskum sjógvi í løtuni.

[object Object]
(Mynd: Fishfacts.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

21
Leygardagur 17. apríl 2021

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal, og havi fingið loyvi at verið á sjónum alt mítt lív. Um tveir mánaðir verði eg 72, og eg orki at sigla enn, sigur Svenning Kjærbæk úr Vági

Svenning Kjærbæk úr Vági (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal og havi fingið loyvi at verið á sjónum alt mítt lív.

Um tveir mánaðir verði eg 72 ár og orki at sigla enn; so eg havi nógv at takka fyri.

Tað sigur Svenning Kjærbæk úr Vági, sum er skipari á djúpvatnstrolaranum, Suðringi.

- Lívið hevur gingið upp og niður, og tað ger tað jú hjá teimum flestu. Mótið havi eg altíð havt gott, eisini tá lívið og virksemið við egnum bátum og skipi hevði mótrák, og tað er sera umráðandi, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eg havi siglt við ymiskum skipum, og so høvdu eg og beiggjarnir útróðrarbátar saman í mong ár. Frá 1989 til 1996 átti eg trolaran, Sverra Ólavsson, so tilsamans havi eg siglt í 28 ár í familjufyritøku, og tað var eisini ein sera spennandi tíð,- sigur hann.

- Síðstu árini havi eg siglt við Suðringi. Nú er aldurin so mikið høgur, at framtíðarætlanir eru at taka ein dag, ein túr, ja, ein mánað í senn, hóast eg vóni at fáa nógvar mánaðir og ár afturat, sigur Svenning Kjærbæk brosandi.

Suðringur landaði 134 kør av blálongu og stinglaksi á Toftum fríggjadagin. Teir skuldu avstað aftur fríggjakvøldið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

22 Leygardagur 17. apríl 2021

Føroya mál á manna tungu – Málfundur

Í mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður málfundur í Løkshøll mikukvøldið 28. apríl

Málfundur verður í Løkshøll í Runavík 28. apríl (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fuglar láta, seyður jarmar og kýr belja. Flestu livandi verur hava tørv á at samskifta. Tað hava vit menniskju eisini. Vanligt samskifti í gerandisdegnum spreingir øll landamørk, har samskift verður á ymiskum tungumálum tvørgangandi, men tjóðarmørkini stika av fyri einum einasta máli hjá øllum tjóðum – móðurmálinum. Harvið er tað í serstøðu.

Samskiftismiðil og ein partur av samleika okkara alt um eina leið. Ein væl vovin ósjónligur strongur, sum gongur ígjøgnum heilar og hjørtu á øllum okkum, sum eiga tjóðina – Føroyar.

Vit eiga øll at skifta orð um støðu málsins frá tíð til aðra – tí vit eru málið og øvut. Mentanarvikan leggur við hesum málfundinum sítt klípi til hendan varðan - hesa áhaldandi røkt.

Mentanarvikan 2021 verður sermerkt á tann hátt, at sjóneykan verður sett m.a. á skrivaða orðið. Føroyska málið í síni heild verður sett á breddan alla mentanarvikuna.

Mikukvøldið 28. apríl verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til orðanna. Tað verða tvær framløgur. Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri greiðir frá málpolitikkinum hjá KVF í mun til tær skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum og Johnard Mikkelsen , stjóri Sprotans, greiðir frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20 árini, og hvørjum arbeitt verður við nú. Eisini fara Stongum og Guttesen at framføra

Møguleiki verður hjá áhoyrarunum at skifta orð um viðkomandi evni. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari.

Nærri kunning um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er at finna á visitrunavik.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

23
Leygardagur 17. apríl 2021

Gunnar Hoydal farin

Gunnar Hoydal, arkitektur, rithøvundur og skald, er deyður, 79 ára gamal. Vit endurgeva her minningarorð, sum Birgir Kruse hevur skrivað á bloggi sínum, Birkblogg

(Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Birgir Kruse

Hósdagin frættist, at Gunnar Hoydal er deyður, 79 ára gamal. Farin í annað ljós, sum tað er vorið vanligt at siga, eftir at Petur Rouch gav hesi málisku hevd í eini gerandisligari útvarpssending leygarmorgnar.

Gunnar var Føroya fremsti stílistikari í teksti, óansæð hvat formatið var. Tað kundi vera essay í bløðunum, umsetari av Harry Potter, kommunalur fundarskrivari, heiðurskrýndur rithøvundur, sum Fay Weldon lovprísaði, tá Listastevna Føroya var, og sjálvur búgvi eg í húsum, hann hevur teknað og lagt í lendið. Og tá býlingurin fylti runt, varð yvirskriftin fyri minnisgreinar hjá búfólkum tikin úr einasta yrkingasavni hjá Gunnari. Tað var eins klárt tá, sum tað er nú. 

[object Object]Gunnar Hoydal, fyrrv. býararkitektur, og Kjartan Kristiansen, fyrrv. kommunustjóri. Nú eru báðir farnir í annað ljós (Mynd: Birgir Kruse)

Umframt at vera býararkitektur, var hann skrivari í nevnd, sum um túsundáraskiftið defineraði kommunalan mentanarpolitikk, hann stuðlaði Filmsfelagið í einum og øllum, og hann fann uppá at hátíðarhalda fólkaræði í kommunalari funktión, tá hundrað ár vóru umliðin.

Síðst okkara leiðir krossaðust var á Lágargarði. Púra klárur eina evarska løtu, tá hann hoyrdi børn, so varð drigið fyri aftur. Alt av náði, hugsaði eg tá í takksemi fyri tey fólk, tú møtir á lívsleiðini. Takk.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

24 Leygardagur 17. apríl 2021

Filmurin Skál verður frumframførdur á CPH:DOX

Filmurin snýr seg um Daniu O. Tausen og yrkingasavn hennara. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur dokumentarfilmur er við í høvuðskappingini í einum stórum A-filmsfestivali

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski heimildarfilmurin Skál byggir á yrkingasavnið við sama navni hjá Daniu O. Tausen, sum hevur sama heiti. Dania er høvuðspersónur í filminum, sum 23 ára Maria Tórgarð hevur gjørt saman við 33 ára gomlu Cecilie Debell úr Danmark.

Skál snýr seg um at finna seg sjálvan, at royna mørk og um at finna javnvágina millum tað, ein er vaksin upp við og heimin, ið møtir einum sum sungur í royndini at skapa sín egna samleika.

[object Object]
Dania O. Tausen (Savnsmynd)

Dania kemur frá einum trúgvandi umhvørvi, og er ein av eyðsýndu ungu í samkomuni har foreldur hennara eisini ganga. Hon syngur fyri á møtum og konsertum. Men tá Dania gerst forelskað í hiphop-listamanninum Trygva, eisini kallaður Silvurdrongur, kyndist ein ungdómsuppreistur, sum hon upplivir saman vinkonuni Marjuni.

Tað er ikki tí tær vilja burtur frá samkomuni – tær vilja bara hava loyvi til at vera seg sjálvar. Men hvussu heldur ein ta javnvágina? Og hvat siga tey í samkomuni, tá Dania gevur út eitt yrkingasavn, fult av uppreistri, ótta og frælsi?

[object Object]
Maria Tórgarð hevur leikstjórðað Skál saman við Cecilie Debell (Savnsmynd: Birgir Kruse)

- Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur heimildarfilmur lýsir hetta evnið. Tað eru nógvar søgur, sum ongantíð eru sagdar, tí vit ikki hava havt møguleika fyri tí. Tað ynski eg at gera nakað við. Eg vóni at filmurin gevur innlit í eina sserstaka mentan. Nógvir ungir føroyingar kenna sesg sjálvan aftur í hesum filminum, sigur Maria Tórgarð, annar av leikstjórunum av Skál.

Framleiðarar av filminum eru Heidi Kim Andersen frá made in copenhagen, saman við Jón Hammer frá Kykmyndir.

Skál fær heimsfrumframførslu á stóra filmsfestivalinum í Keypmannahavn, CPH:DOX, 24. apríl klokkan 16.30 danska tíð. Eftir tað verður prát við leikstjórar og luttakandi í filminum.

Seinni í ár verður filmurin vístur í Føroyum, men møguleiki verður at síggja filmin 24. apríl, tí hann verður stroymdur í sambandi við festivalin. CPH:DOX-festivalurin í ár gongur fyri seg mest á netinum, orsaka av koronastøðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

25 Leygardagur 17. apríl 2021

Fyrsti føroyingur á spælilista í NRK síðan 2006

Marius DC verður tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið sleppur upp í part á einum spælilista hjá NRK í 15 ár. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at nakar føroyingur er á spælilista á NRK P3

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað hendir av og á, at føroyskur tónleikur verður spældur í norska kringvarpinum NRK, men tað eru sera nógv ár síðan, at eitt føroyskt lag slapp á ein spælislista, og sostatt kom í fasta og regluliga umferð í eitt longri tíðarskeið.

Seinast hetta hendi var í 2006, tá Teitur kom í fasta umferð á NRK P1 við lagnum «Louis, Louis». Vit kunnu tí veruliga fegnast um, at Marius DC ikki einans er tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið ger hetta bragd í 15 ár, men at hetta samstundis er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lag kemur í umferð á NRK P3.

Lagið, ið hevur fangað áhugan hjá P3, er spildurnýggja staklagið “Gasoline”, sum plátufelagið TUTL og útbreiðslufelagið Believe gevur út um allan heimin í dag, 16. apríl.

[object Object]

FMX gevur nýggjar møtuleikar
“Gasoline” er komin á spælilistan á støðini NRK P3X, sum hevur serligt fokus á hip hop, soul og urban tónleik. Hetta merkir, at normenn komandi vikurnar og kanska enntá komandi mánaðirnar regluliga fara at hoyra lagið í útvarpinum.

Marius DC sigur soleiðis um hetta:
- Við FMX (Faroese Music Export) hevur føroyskur tónleikur fingið ein nýggjan møguleika at sleppa út í heimin við okkara tónleiki. Eg eri so heppin at njóta gott av hesum. Dugnalig fólk arbeiða við okkara tónleiki í Norðurlondum og eisini í øðrum pørtum av Evropa. So eg vóni bara at hetta er fyrsta úrslitið av nógvum, ið vit fara at síggja komandi tíðina. Hetta er ein spennandi tíð at vera føroyskur tónleikari!»

Byrjaði sum Marius Listamaður
Marius DC er ikki eitt óskrivað blað í Føroyum. Hann tók øll á bóli, tá hann bert 15 ára gamal gav út EP’ina The MZA EP, ið gav honum ikki færri enn fýra tilnevningar á FMA í 2020. Hann vann enntá heiðurin sum “Ársins nýggja navn”

Men søgan byrjar ikki har, Marius hevur verið listamaður frá barnsbeini. Spola vit tíðina aftur, so finna vit ein pinka lítlan drong, sum 10 ára gamal skipaði fyri síni fyrstu professionellu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Einans trý ár seinni, fór hann 13 ára gamal á pall sum rappari.

Síðan tá hevur tónleikur fylt alt fyri Marius, og ætlanirnar hava alla tíðina verið risa stórar. Ikki uttan orsøk.

Hetta er uttan iva okkurt rættiliga serstakt, og tað er trupult ikki at gerast bergtikin og spentur um hendan unga mann við sínum heilt egna stíli, við tjúkkum brillum, hettutroyggju, einum flowi, sum er non stop, og einum framúr sjálvsáliti.
Marius DC ger føroyskan tónleik til allan heimin, og hann skrivar, spælir, rappar og upptekur alt sjálvur.

Verður givið út um allan heim
Árið 2020 bleiv fyri Marius, sum fyri tónleikarar flest, eitt løgið ár. Ein steðgur frá lívinum við konsertum og festivalum. Men Marius hevur brúkt árið væl. Nú í apríl 2021, er hann klárur við nýggjum tónleiki, til eina nógv størri fjøld. Og hóast enn ungur, so eitt vet vaksnari, nú 17 ára gamal.

Um lagið «Gasoline» sigur Marius, at hetta er tað mest ‘bouncy’ lagið, ið hann hevur gjørt higartil:

- “Gasoline” er um pengar og byrsur og rapp stereotypur. Um alt møguligt, ið man nokk ikki eigur at tosa um alment. Hetta er eitt sindur av reyp og sumt er bara “shit talk”.

“Gasoline” verður givið út í dag 16. april 2021 um allan heimin umvegis Tutl/Believe.

Tíðindaskriv frá FMX (Faroese Music Export)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

26 Leygardagur 17. apríl 2021

Føroya størsta bilatiltak á Toftum um vikuskiftið

Tað verður nógv á skránni á Bilafestivalinum, og tað verður ókeypis – bæði hjá vaksnum og børnum

Festivaløkið á Svangaskarði byrjar longu at taka skap
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er hetta vikuskiftið, at Føroya størsti bilafestivalur verður á Svangaskarði á Toftum. 

Bilasølur, sum vísa fram sínar bilar, verða eitt nú Berg Motors, Reyni Service, Bilrøkt, Nordbil, Wenzel, Auto Service, Bilasølan og Nordcar.

Aðrir veitarar av tænastum til bilar og súkklur eru eisini við, eitt nú Autolakkering, Bilverkstaðið á Kambsdali, FTZ, Bilreins, Skeltið, SEV, Amboð.fo, First Stop, Billutir, Vollabúðin og aðrir. Við á bilafestivalinum verða eisini fíggingarstovnar.

Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum fer at seta bilafestivalin í stóra tjaldinum, sum er sett upp á Svangaskarði, har bæði fótbóltsvøllurin og rennibreytin verða brúkt til framsýningarøki og aðrar aktivitetir. 

Setanin verður klokkan 14, og beint eftir lata tombola og lutaseðlasøla upp.

Klokkan 15 verður eitt forvitnisligt tiltak, sum kallast “Klárar tú at krasja bilin?” Her kunnu fólk royna ein bil, sum ikki kann krasja. Tú koyrir ímóti einum pútuveggi, og klárar tú at krasja bilin, fært tú ein vinning.

Tað er Berg Motors, sum stendur fyri hesum tiltaki. 

Klokkan 15 fara eisini Gadder’s at framføra, og tá kunnu fólk eisini keypa sær ein góðan festivalbúff. 

Klokkan 16 verður pallborðskjak um el-bilar kontra vanligar bilar, og kjakið verður stroymt. 

Klokkan 17.15 verður aftur pallborðskjak, og hesaferð snýr kjakið seg um píkadekk - ella ikki píkadekk. Í kjakinum fara eitt nú Halleluja Sofus og Justin Philbrow at luttaka við Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, sum orðstýrara.

Magni Christiansen fer at syngja  klokkan 18.30, og klokkan 20 letur tjaldið aftur.

Í morgin, sunnudagin klokkan 14, verður lagt til brots aftur, tá tjaldið letur upp - við tombola og ymiskum eydnuspølum, eins og barnakór eisini fara at framføra í tjaldinum stutt eftir upplating.

Klokkan 15 verður fótbóltur á skránni, og tá fara B68 og EB/Streymur í bestu deildini at spæla dyst á ovara vølli í kappingini um løgmanssteypið.

Klokkan 16 fer Signar í Homrum at syngja.

Klokkan 19 verða flottastu bilar kosnir, og tá skal veljast millum. Umframt Føroya flottasti Bilur, skal eisini kjósast Føroya flottasti 4×4 bilur ogFlottasti Framsýningarbilur.

Seinast á skránni á Svangaskarði sunnukvøldið verður Ragnar í Vík, sum fer at syngja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

27 Leygardagur 17. apríl 2021

- Kjakið um fosturtøku má takast upp í føroyska samfelagnum

Á fundi hjá vælferðarnevndini hjá Norðurlandaráðnum í vikuni, varð føroyska fosturtøkulógin umrødd

Lóggávan í Føroyum eigur at verða broytt, so hon samsvarar við tær skyldur, sum eru partur av kvinnusáttmálanum hjá ST, heldur framsøgufólk í nevndini (Mynd: Magnus Fröderberg/Norden.org)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum hevur í vikuni haft fund, har fosturtøkulógin og javnstøðan í Føroyum varð umrødd, skrivar heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum.

Á fundinum varð avgerð tikin um at umrøða málið aftur á einum komandi fundi, og tá verða serfrøðingar á økinum umframt umboðsfólk hjá ST boðin við at lýsa málið nærri.

– Nevndin hevur lagt serligan dent á mannarættindi og javnstøðu. Tá ST herfyri kom við tilmæli viðvíkjandi atgongd til fosturtøku í Føroyum, er tað ein menning, vit leggja til merkis og fara at fylgja. Rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi er ein grundleggjandi rættur, sum kvinnusáttmálin hjá ST skal varða um, sigur Nina Sandberg, talsfólk fyri javnstøðu og varaframsøgufólk í Vælferðarnevndini í Norðurlandaráðnum.

Bente Stein Mathisen, framsøgufólk í nevndini, sigur soleiðis:

– Nevndin er upptikin av sjalvsavgerðarrættinum hjá føroyskum kvinnum tá tað kemur til fosturtøku. Kjakið má takast upp í føroyska samfelagnum. Vit hava virðing fyri føroyska sjálvstýrinum, samstundis sum vit heita á Føroyar um at gera nakað við lóggávuna, so hon samsvarar við tær skyldur, sum eru partur av kvinnusáttmálanum hjá ST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

28 Leygardagur 17. apríl 2021

Afturkalla nú allar HUSK-vørur

Náttúruheilivágur var afturkallaður orsakað av einum salmonellaútbroti í Danmark, og fyri at binda um heilan fingur verða allar vørurnar av HUSK-slagnum nú afturkallaðar

Mynd: Orkla Care A/S
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku varð boðað frá, at Orkla Care A/S afturkallaði fleiri sløg av HUSK nátturuheilivági orsakað av vandanum fyri salmonella.

Vøran, sum eisini er seld í føroyskum handlum, er orsøkin til eitt salmonellaútbrot í Danmark, og fyri at binda um heilan fingur afturkallar fyritøkan nú allar HUSK-vørurnar, eftir at tríggir persónar eru deyðir av sjúkuni.

Statens Serum Institut heitir á øll um at kanna, um tey áttu Husk-vørur heima.

Higartil hava 33 persónar fingið staðfest sama slag av salmonella, og hjá fleiri er støðan álvarslig. Sum áður nevnt, hava tríggir persónar latið lív, og 19 hava verið innlagdir. Øll tey sjúku hava etið Husk Psyllium-frøskaller, skrivar TV2.

Sjúkueyðkenni við salmonella infektión er m.a. leyst lív, vaml, magapína, spýggja og fepur. Í flestu førum er talan um milda sjúku, sum fer burtur av sær sjálvum, blívur mann tó við at hava sjúkueyðkenni, verður mælt til, at mann leitar sær læknahjálp, sigur Statens Serum Institut.

Statens Serum Institut metir tó eisini, at vandin fyri, at tey, sum hava tikið HUSK náttúruheilivág, hava fingið salmonella, er rættiliga lítil.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2021

29 Leygardagur 17. apríl 2021

Jarðarferðin verður í dag

Jarðarferðin hjá Philip prinsi verður í St. George's Chapel á Windsor borgini – Landasorg er lýst í átta dagar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag andaðist Philip prinsur, maðurin hjá bretsku Elizabeth drotning, 99 ára gamal, og bretska kongshúsið kunngjørdi, at jarðarferðin verður í dag, leygardagin 17. apríl, tá skipað verður fyri privatum minningarhaldi fyri familjuni í St. George's Chapel á Windsor borgini. Borgin verður ikki opin fyri almenninginum.

– Samsvarandi tilmælunum og almennu heilsutiltøkunum hjá stjórnini, verður eingin almenn skrúðgonga, segði talsfólk fyri Buckingham Palace sambært Ritzau.

Í sambandi við jarðarferðina, kemur abbasonur Philip prins, Harry prinsur, heim til Stórabretlands úr USA. Kona hansara, Meghan Markle, kemur ikki við honum, av tí at hon er við barn, og tí hevur lækni hennara mælt henni frá at ferðast.

Vegna plásstrot luttekur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson heldur ikki. Bert 30 fólk sleppa við til jarðarferðina, og forsætisráðharrin ynskir at so nógv av familjulimunum sum gjørligt skulu sleppa til jarðarferðina, skrivar DR.

Bretska drotningin góðkendi  eina átta dagar langa landasorg, sum vardi fram til jarðarferðina. Kongshúsið fer tó at syrgja í tvær vikur.

Í dag verður eisini skipað fyri ein minutt av tøgn um alt landið, áðrenn jarðarferðin byrjar klokkan trý seinnapartin.

Philip prinsur og Elizabeth drotning vóru gift í meira enn 73 ár. Hann hevði fylt 100 ár í juni.

Síðsta leygardag varð prinsurin heiðraður við skotkvøðum ymsastaðni í Stórabretlandi, og almennir bygningar flaggaðu á hálvari stong.

Í Westminister Abbey, har prinsurin og Elizabeth drotning vórðu gift í 1947, ringdi stóra klokkan 99 ferðir – fyri tey 99 árini, prinsurin hevði livað.

Herundir nakrar myndir av prinsinum frá EPA myndastovuni:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

30 Leygardagur 17. apríl 2021

Joachim prinsur heppin um at vera á lívi

Gevur konu síni æruna fyri, at hann kom so skjótt í viðgerð tá hann fekk ein blóðtøpp í heilan síðsta summar

(Mynd: Emmanuel Aguirre / Det danske Kongehus)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Joachim prinsur 24. juli í fjør varð raktur av einum blóðtøppi í heilanum, var tað konuni, Marie prinsessu, fyri at takka, at hann slapp við lívinum.

Í eini samrøðu við blaðið hjá danska hjartafelagið greiðir danski prinsurin frá um hvussu skjótt prinsessan bar seg at undir familjudøgurðanum í Cahors í Suðurfraklandi, tá hann byrjaði at tosa undarligt.

Tá hann vaknaði á sjúkrahúsinum næsta morgun, stóð hon við lið hansara.

- Tað var ein serlig løta, tí hóast eg ikki hevði skilt hvat var hent, var eg greiður yvir, at eg hevði verið heilt úti á eggini.

- Tað fyrsta, eg segði við hana var: Tú hevur bjargað mær. Eg eri ófatiliga heppin.

Joachim prinsur greiðir frá, at tað var av týdningi at hava Maria hjá sær, tá hetta hendi.

Hetta er fyrstu ferð tey freiða frá, hvat hendi tað summarkvøldið, tá tey, saman við børnunum, Henrik og Athena, vóru til døgurða hjá syskinabarni Joachims, sum býr fimm minuttir í bili frá slottinum hjá drotningini, Chateau de Cayx.

[object Object]
Samrøðan við prinsahjúnini varð - orsaka av koronastøðuni - gjørd við teldusamskifti úr Paris ((Mynd: Emmanuel Aguirre / Det danske Kongehus)

Undir døgurðanum ansaði Marie prinsessa eftir, at okkurt var galið við mátanum, sum Joachim tosaði.

- Eg hoyrdi, at hann møsnaði eitt sindur. Og tá man kennir mann mín og veit, hvussu hann vanliga tosar og orðar seg, so veit man eisini, at hetta var óvanligt.

- Eg visti í somu løtu, at okkurt álvarsligt var hent við heilanum hjá honum. Eg sá eisini, at hann var partvíst lammaður í andlitinum. Tað var – tað var ræðuligt. Tað eru myndir, sum altíð fara at verða standandi í mínum høvdi, greiðir prinsessan frá í samrøðuni.

Sjúkrabilurin koyrdi fyrst prinsin til eitt sjúkrahús nærhendis, í Cahors, men hetta sjúkrahúsið hevði ikki møguleika at viðgera hann, so hann varð fluttur til eitt størri sjúkrahús í Toulouse.

Her gjørdu læknarnar eitt sokallað trombektomi, har tann 13 millimetra langi blóðtøppurin varð tikin út.

- Vit vóru nær við ein sorgarleik, sum kundi broytt alt okkara lív. Vit eru øll ógvuliga takksom fyri at vera saman í dag, sigur Marie, prinsessa.

Meðan hetta hendi, var prinsessan mest bangin fyri at missa mann sín sum persón. Kropsliga førleikan hugsaði hon ikki so nógv um.

- Tað hevði týdning fyri meg, at heili hansara varð bjargaður. At hann varðveitti evnini til at tosa og hugsa, fortelur Marie.

Í dag er gerandisdagurin hjá hjúnunum vanligur aftur. Tey búgva í Paris, har Joachim arbeiður á donsku sendistovuni, sum sendimaður í hernaðarmálum.

Prinsurin hevur ongi mein eftir tilburðin, men nógvir tankar hava malið í høvdinum, og fleiri venda aftur og aftur, greiðir hann frá.

- Tað eru minnir frá barndóminum, ungdóminum og upplivingar, sum venda aftur í nýggjum ljósi, og sum nú skulu seta seg á ein annan hátt, sigur Joachim prinsur í samrøðuni.

Í fyrstu atløgu er ætlanin, at Joachim prinsur skal verja verjusendiharri í trý ár við møguleika fyri at leingja, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

31 Leygardagur 17. apríl 2021

Sær svart út fyri nýggjari oljuleið á Atlantsmóti

Lancaster oljuleiðin, sum stórar vónir vóru til, framleiðir nógv minni enn væntað

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað vóru stórar vónir til nýggju oljuleiðina Lancaster har suðuri á Atlantsmótinum, áðrenn tað fór at ganga skeiva vegin.

Oljufelagið Hurricane Energy, sum í mong ár hevur ment nýggju oljuleiðina til framleiðslu, tykist nú hava nærum hava givið skarvin yvir. Í hvussu er eru boðini frá felagnum til partaeigararnar alt annað enn góð. Teir kunnu ikki rokna við at fáa nakað útbýti men verða heldur noyddir til at seta fleiri pengar til fyri at skapa møguleikar fyri at økja um framleiðsluna aftur. 

[object Object]

Framleiðslan á hesum nýggja slagnum nevnd “Fractured Basement”, har oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum, er minkað so mikið nógv, at vónirnar til at kunna halda fram, eru smáar. Annars varð hildið, at fleiri milliardir tunnur av olju vóru í undirgrundini. Tað skuldi tó vísa seg, tá framleiðslan byrjaði av álvara, at úrtøkan var nógv minni enn roknað við. Nù verður neyðugt at bora nýggjan framleiðslubrunn, um oljuleiðini skal verða lív lagað, og tað merkir so aftur, at partaeigarar skulu í lumman eftir fleiri pengum, og tað er sera ivasamt.

Nýggja oljuøkið fevnir um fleiri keldur umframt Lancaster, sum ætlanin hevur verið at byggja út og binda í Lancaster kjarnuna. Men heldur ikki hesar hava livað upp til vónirnar. Talan er um Lincoln, Halifax og Warwick, sum nú eftir øllum at døma neyvan verða partur av nakrari framtíðar framleiðslu. Hóast døpru útlitini, so tekur framleiðsluskipið Aoka Mizu framvegis móti olju, tó í nógv minni nøgdum enn ætlað.

Tað vóru annars nógvir oljukennarar, sum ivaðust stórliga í ætlanum at menna umrøddu oljuleið, tí hildið varð, at hesin framleiðsluhátturin er so svikaligur. Nú kann so bert tíðin vísa, um framtíð verður í hesi nýggju oljuleiðini eystan fyri Føroyar.

Hóast hetta bakkastið, so arbeiða onnur oljufeløg við fleiri øðrum áhugaverdrum útbyggingum. Hesar liggja m.a. tætt uppat føroyska markinum, eitt nú Rosebank og Cambo. Men óvist er, nær um tær verða góðkendar til útbygging. Til tess skal oljuprísurin verða meira støðugur og korona farið umframt at elektrifiseringin av oljupallum á Atlantsmótinum skal vera komin eitt stig longuri. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

32 Leygardagur 17. apríl 2021

Hetland vil ganga undan í grøna orkuskiftinum

Varandi orkukeldur og olju- og gassframleiðsla skulu ganga hond í hond í royndunum at minka um CO2 útlátið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú Bretland hevur sett sær sum mál net-null CO2 útlát í 2050, hava oljufeløg, sum arbeiða í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar, saman við myndugleikunum, sett sær fyri at minka um CO2 útlátið í sambandi við framleiðslu. Til tess at røkka hesum máli verður arbeitt við at útbyggja varandi orkukeldur so sum vindorku, sum síðani skal veita streym til raksturin á mongu verandi og komandi olju- og gasspallunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. At brúka streym frá eitt nú vindmyllum til framleiðsluna á oljupallum fer at minka heilt munandi um CO2 útlátið komandi árini.

Norra hevur havt sera góðar royndir av at veita streym úr landi og frá vindmylnulundum til havs til framleiðsluna á oljupallum, eitt nú á pallum sum Sleipner, Troll og Johan Sverdrup. Tað hevur sambært Equinor minkað um CO2 útlatið við 1,3 mió. tonsum um árið.

Í grannalandi okkara Bretlandi verða eisini royndir gjørdar á hesum øki eitt nú við oljuframleiðsluni á Culcean feltinum hjá Total og Mariner hjá Equinor. Men Bretland er enn eftirbátur til Norra á hesum økinum. Hetta er tó nakað, sum eitt nú myndugleikarnir í okkara næsta grannalag Hetlandi saman við oljufeløgum vilja gera nakað við. Har eru tey nevniliga farin undir eina stóra verkætlan, sum fyrst varð nevnd “Shetland Energy Hub”, fyri síðani at verða broytt til “Orion – Clean Energy Project”. Endamálið er at útbyggja varandi orkukeldur, sum m.a. skulu ganga hond í hond við oljufeløgini til tess at minka um CO2 útlátið.

[object Object]

Menna vindorku og vetni
Høvuðstættirnir í hesi verkætlan eru at menna vindorkuna bæði á sjógvi og á landi og at fara undir framleiðslu av grønari vetnisorku (Hydrogen/Brint). Eisini sjóvarfalsorka er partur av hesi framtíðini. Hesi tiltøk skulu so fullkomiliga broyta orkulandslagið í hesum norðasta útjaðaranum av Bretlandi. Umframt at framleiða streym til bæði privatu húsarhaldini og til vinnuna, er stavnhaldið at lata streym til mongu olju- og gasspallarnar bæði eystan og vestan fyri Hetland. Hesir verða í dag riknir við gassi frá egnari framleiðslu og hava tí stórt CO2 útlát. Við umrøddu broyting verður miðjað móti at minka munandi um CO2 útlátið. Komandi elriknu pallarnir eru so bara eitt av stigunum á leiðini til eina grønari framtíð, har olju- og gassframleiðsla og grøna orkuskiftið eru partur av orkubroytingunum – orkuloysnini. Enn ein partur av samlaðu orkuloysnini er at leggja elkaðal millum Hetland og skotska meginlandið. Hesin skal so um nøkur ár vera karmurin um streymflutning báðar vegir alt eftir tørvinum.

[object Object]Fleiri av komandi olju- og gassútbyggingum á bretska landgrunninum liggja tætt við føroyska markið, og tí er tað ikki ein ómøguligur tanki at hugsa sær, at føroyskir vindorkuframleiðarar í framtíðini eisini kunnu veita streym til hesar útbyggingar, nú tær liggja nærri Føroyum enn Hetlandi.

Føroyar partur av loysnini?
Er hugandi at Føroyar eisini kunnu gerast partur av ella læra av hesum loysnum? Tann spurningin fer oljuportalurin at viðgera sum frálíður. Stórar útbyggingar av føroyskari vindorku í framtíðini kunnu møguliga eisini gerast partur av hetlendsku/skotsku orkuloysnini, so streymur kann fara báðar vegir og heilt inn á skotska meginlandið eisini.

Fleiri av komandi útbyggingunum av nýggjum olju- og gasskeldum á bretska landgrunninum liggja tætt við føroyska markið og ikki er óhugsandi, at hesar framtíðar útbyggingarnar fara at hyggja til Føroya eisini eftir streymi til framleiðsluna frá framtíðar vindmylnulundum til havs.

Eisini er hugsandi, at nýhugsanin við samarbeiði (partnership) millum føroyskar orkuveitarar og vinnuna at seta uppp vindmylnulundir á landi og í framtíðini til havs eisini, kunnu gerast uppaftur víðskygnari og fara vit kanska at síggja útlendsk oljufeløg, sum nú leggja um til at gerast orkufeløg, fara í samstarv ( partnership) við føroyskar orkufyritøkur um at menna vindorkuna til havs, sum so aftur kann vera ein møguligur veitari til olju- og gasspallarnar eystan fyri Føroyar – fyri ikki at tosa um møguliga framleiðslu á pallum á føroyska landgrunninum í framtíðini!

Fyri at fáa betri innlit í spennandi Orion verkætlanina og tess týdning fyri bæði framtíðar olju- og gassvirksemið við Føroyar og eystan fyri Føroyar umframt føroysku orkuframtíðina hevur FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólkur) boðið Gunther Newcombe, sum stendur á odda fyri verkætlanini at vitja í Føroyum í heyst. Tá er ætlanin, at hann skal vitja bæði orkumyndugleikar, vinnufyritøkur oo. Meira verður at frætta um vitjanina á oljan.fo, tá hon nærkast.

Hetland gingið undan
Hóast lítið í vavi og fólkatali so hava hetlendingar mangan í søgu tess gingið á odda. Hetta sóu vit við stóru útbyggingini av nótaflotanum á sinni, og hetta sóu vit, tá størsti oljuterminalurin í Evropa, Sullom Voe, varð tikin í brúk í 1980. Hesin er framvegis virkin og fer at verða tað í mong ár aftrat, kanska entá so leingi, at hann nær at taka ímóti fyrstu føroysku oljuni/gassinum, um hesi verða funnin og framleidd komandi árini. Hetlendingar løgdu so eisini til brots fyri skjótt 20 árum síðani, tá vindorkan á landi tók eitt týðandi fet.

Nú eru so aftur boð eftir øllum góðum kreftum í Hetlandi at gera Orion verkætlanina til veruleika. Enn er hon á tekniborðinum, men mong síggja hana sum eina týðandi framtíðar orkuloysn fyri Hetland og kanska entá meginlandið við.

Frá Shetland Energy Hub til Orion Clean Energy Project
Fyri góðum ári síðani vórðu fyrstu stigini tikin til at gera Hetland til ein orkumiðdepil, sum skuldi byggja á varandi orkukeldur so sum vindorku, sjóvarfalsorku, vetni ol. Ovasta stýrið í Hetlandi “Shetland Island Counsil (SIC)” tók upp samstarv við “Highlands and Islands Enterprise (HIE)” og “Oil and Gas Technology Centre (OGTC)”, sum hevur bústað í Aberdeen. Ætlanin við hesum samstarvinum og sum eitt skifti hevði heitið: “Shetland Energy Hub” var at menna varandi orkukeldur í oyggjunum m.a. til tess at framleiða streym til virksemið á landi og til mongu olju- og gasspallarnar bæði vestan fyri Hetland og í Norðsjónum eystan fyri Hetland, soleiðis at oljuvinnan gjørdist ítøkiligur partur av orkuskiftinum. Verkætlanin, ber nú heitið “Orion – Clean Energy Project”. Orion stavar frá griksku mytologiini, og verður lagt í hetta – at røkka stjørnunum. At røkka langt við verkætlanini.

Orion stendur fyri: “Opportunity Renewables Integration Offshore Networks”. Við hesi sera ambitiøsu verkætlanini ynskja hetlendingar at vísa umheiminum, at Hetland fer at verða fyrsta grøna oyggin í Stórabretlandi.

[object Object]Gunther Newcombe, leiðari fyri Orionverkætlanina, sum kemur til Føroya í heyst, eftir innbjóðing frá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki).

Kendur orkumaður á odda
Tað er heldur ikki ein og hvør, sum er settur at standa fyri verkætlanini. Myndugleikarnar hava heitt á ein royndan persón frá olju- og orkuumhvørvinum til at standa fyri Orion. Tað er Gunther Newcombe, sum seinastu 5 árini var stjóri í OGA, Oil and Gas Authority, ið er tann almenni bretski stovnurin, sum stendur fyri útbjóðingum til oljuleiting á bretska landgrunninum. Hetta er bretska Jarðfeingi. Hann hevur annars arbeitt hjá oljufeløgum sum BP, so hann kennir vinnuna frá fleiri síðum.

Gunther sigur í samrøðu við Shetland News: “Orion has the potential to “create a future for Shetland beyond petroleum, establish a new industry that gives you clean energy, that addresses fuel poverty, put you in control of that industry, and create employment and new skills.”

Umframt at geva ídnaðinum í oyggjunum nýggjar framtíðar møguleikar, so kann verkætlanin eisini koma at vaksa um orkuframleiðsluna í oyggjunum, sum higartil hevur verið sera avmarkað. Aftrat hesum kemur so stóri vinningurin í at minka munandi um CO2 útlátið. Tað er annars stórt, 650.000 tons um árið. Í dag er Hetland nærum heilt bundið at innfluttari fossilari orku.

Hetland ganga á odda í grøna skiftinum
Gunther Newcombe sigur, at Hetland við hesi verkætlan kann koma at ganga á odda í grøna skiftinum í Bretlandi og samtíðis brúka hetta høvið til at menna ídnaðin. Hann heldur, at eitt tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt, er at menna vindorkuna, so hon kann veita streym til mongu olju- og gasspallarnar bæði vestan og eystan fyri Hetland. Ì løtuni verður seinasta hond løgd á eina risastóra vindmylnuverkætlan við meira enn 100 myllum á landi. Tað er felagið Viking Wind, sum stendur fyri hesi verkætlanini. Eisini tær møguliga komandi oljuútbyggingarnar vestan fyri Hetland sum Cambo, Rosebank og Clair South, kunnu gerast partur av hesi elektrifiseringsætlan.

Gunther Newcombe, sum betur enn nakar annar, kennir oljuvinnuna innanífrá, sigur við Shetland News, at íleggjarar fara neyvan at seta pengar í hesar útbyggingar, um tær ikki taka stig á grønu leiðini eisini, og tað er m.a. at taka elektrifisering av pallunum til sín.

Hann er annars sannførdur um, at tað er sera avgerandi at halda lív í olju- og gassvinnuni, men um somu tíð – um vinnan skal kunna halda fram við at framleiða – so má hon liva upp til “net-zero” málini.

Gunther sigur víðari, vindorkan frá Viking Wind projektinum eigur at verða brúkt til at fáa komandi oljuútbyggingar vestan fyri Hetland góðkendar, og eftir tað eigur sama vindorka at verða brúkt til at veita streym til alt Hetland eisini.

Ætlanin er eisini, at øll olju- og gassfeltini vestan fyri Hetland skulu koma niður á net/null útlát í 2030 og harvið minka um CO2 útlátið frá oljuvinnuni til havs við 8 mió. tonsum í 2050. Tá tað hevur eydnast at framleiða streym til oljuvinnuna til havs eigur næsta stig í Orion ætlanini at verða tikið, og tað er at “transform Shetland’s current dependency on fossil fuel to affordable renewable energy to address fuel poverty and improve community wealth”.

[object Object]Teinurin til Føroya er stytri enn til Hetlands, tá komandi útbyggingar skulu gerast

Hetland harri yvir síni egnu orkuframtíð
Endamálið er, at Hetland sjálvt skal kunna vera harri yvir síni orkuframtíð, og tað merkir, at oyggjarnar við vindorku fyrst og fremst skulu kunna framleiða streym og harvið eisini vetni, sum koma at minka munandi um prísin á framtíðar orkuni og harvið ikki verða bundin at teimum loysnum, sum verða gjørdar á meginlandinum. Hví ikki menna ein orkumiðdepil í Hetlandi við tí ætlan at framleiða vetni. Hetland hevur tørv á 60.000 tonsum av vetni um árið fyri at minka um ella sleppa av við nýtsluna av diesel og øðrum fossilum brennievnum. Til tess at røkka tí málinum er tørvur á 600MW av vindorku bæði á landi og til havs. Við í Orionætlanini er ein risastór flótandi vindorkulund eystan fyri oyggjarnar uppá 2GW í stødd.

Alt hetta snýr seg um at menna og skapa ein nýggjan ídnað sigur Gunther Newcombe. Partur av ætlanini er m.a. at útflyta 300.000 tons av grønum vetni um árið, fimm ferðir so nógv, sum Hetland sjálvt hevur tørv á. Tað kann koma at røkka til 12% av samlaða bretska tørvinum í 2050. Hann heldur, at Sullom Voe oljuterminalurin kann vera partur av ætlanini fyri menningina. Havnin í Sullom Voe, sum framhaldandi fer at vera ein oljuútflytandi havn, kann eisini brúkast í sambandi við vindorkumenningina og útflutning av grønum vetni.

[object Object]

Gunther viðgongur, at sjálvandi fer tað ikki at bera til at seta alt í gongd, sum er á tekniborðinum, men okkurt má so gerast til tess at ganga grøna skiftinum á møti heldur hann. Og hetta er so ein byrjan. Og enn er alt hetta so nýtt. Hann heldur tí , at kunning um hetta er lykilin – tað er ein týðandi táttur í at kunna gera hana ella partar av henni til veruleika.

Í stýringsbólkinum fyri Orion eru umboð fyri olju- og gassfeløgini BP, Equinor, Shell, SSE, Total og EnQuest - øll feløg, sum eru virkin vestan fyri Hetland tvs. í føroyska grannalagnum.

Orionprojektið, sum enn er í tess byrjan, er mett at koma at kosta millum og 5 og 10 milliardir pund.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

33 Leygardagur 17. apríl 2021

Flýggja undan øsku úr eldgosi

Men bert tey koppsettu sluppu umborð á ferðamannaskipini, sum komu til hjálpar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðsta fríggjadag vóru tvær ógvusligar spreingingar í eldgosinum La Soufrière á karibisku oynni St. Vincent. Øska og roykur vórðu slongs langt upp í loft, og øska fjalir nú norðara partin av oynni.

St. Vincent er høvuðsoyggj í oyggjaríkinum St. Vincent and Grenada. Fríggjadagin varð farið  undir at flyta fólk í økinum burtur frá vandaøkinum.

Fleiri ferðafólkaskip, ið vóru stødd har á leiðini, komu til oynna og bjóðaðu at taka neyðstødd fólk umborð. Men henda hjálpin var einans galdandi fyri fólk, sum eru koppsett móti covid-19.

Tað boðaði forsætisráðharrin í St. Vincent and Grenadines, Ralph Gonsalves, frá, sambært bretska blaðnum Dayly Mail.

Eftir spreingingarnar varð norðari partur av oynni fjaldur undir øsku og tjúkkum royki.

Tað eru yvir 40 ár síðan La Soufrière seinast goysti, skrivar AFP. Tá eldgosið goysti í 1902 lótu 1.600 fólk lív. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

34 Leygardagur 17. apríl 2021

- Ójavnvágin millum rík og fátæk lond er skelkandi

Heimsheilsustovnurin ávarar enn einaferð um tað, sum hann metir vera eitt órættvíst býti av koppingarevninum

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsheilsustovnurin, WHO hevur ferð eftir ferð víst á tað, sum hann metir vera eitt órættvíst býti av koppingarevninum fyri koronu, og enn sæst ein skelkandi ójavnvág millum rík og fátæk lond, sigur aðalstjórin, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

– Í miðal er tað soleiðis, at londini við hægri inntøku, hava koppsett næstan ein fjórðing av fólkinum, meðan har í londum við lægri inntøku er talan um ein út av 500, sigur hann.

Í Stórabretlandi hava hjálparfelagsskapir eisini heitt á bretsku stjórnina um at lata koppingarevni til Covax-samstarvið hjá Heimsheilsustovninum.

Talan er um eitt koppsetingarsamstarv, sum skal tryggja fátækum londum eitt nøktandi tal av skamtum. Higartil hevur Covax latið fleiri enn 38 milliónir skamtar til umleið 100 lond, skrivar Ritzau.

Vónin er at kunna veita fólkinum í 190 londum fleiri enn tveir mia. skamtar av koppingarevni innan eitt ár. Dentur verður lagdur á 92 fátæk lond, sum sambært ætlanini skulu fáa koppingarevni samstundis sum tey londini, ið eru betri fyri.

Millum tey londini, sum standa fremst í bíðirøðini hjá Covax eru Afghanistan, Haiti, Etiopia, og Somalia.

Í apríl og mai er ætlanin at lata yvir 100 milliónir skamtar um allan heimin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. apríl 2021

35 Leygardagur 17. apríl 2021

Egyptar krevja endurgjald frá japansku eigarunum

Hald er lagt á stóra bingjuskipið, sum forðaði alla ferðslu gjøgnum Suez-veitina í eina viku

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Egyptiskir myndugleikar krevja nú, at japansku eigararnar av stóra bingjuskipinum Ever Given skulu rinda fyri eitt nú mistar inntøkur fyri vikuna, sum teirra skip forðaði allari sigling gjøgnum Suez-veitina.

Ovastin í umsitingini av veitini, Osama Rabie sigur, at enn hava eigararnir sýtt fyri at rinda nakað til Egyptaland og til teir umleið 30 sleipararnar, sum vóru við til at fáa skipið leyst aftur.

Endurgjaldskravið er umleið 5,5 milliardir krónur tilsamans, skriva rReuters.

Í farnu viku segði Rabie við egyptiskt sjónvarp, at Ever Given ikki slepp úr Suez-veitini aftur fyrr enn ein kanning av hendingini er gjørd og endurgjald goldið.

Hann nevndi onga upphædd tá, men ymsar keldur upplýsa nú, at kravið er umleið 900 milliónir dollarar.

Í løtuni liggur stóra farmaskipið í Bitter-vatninum, sum er ein partur av Suez-veitini.

Japanska reiðaríið, sum eigur Ever Given hevur ikki viðmerkt kravið úr Egyptalandi.

Tað var fyri trimum vikum síðani, at Ever Given – eitt av heimsins størstu bingjuskipið – sigldi seg fast í veitini. 400 metra langa skipið við 20.000 bingjum umborð, lá sum ein proppur tvørtur um veitina í eina viku áðrenn tað eydnaðist at fáa tað leyst aftur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

36 Leygardagur 17. apríl 2021

Veitsludámur í London tá pubbirnar lótu uppaftur

Endiliga sluppu onglendingar mánadagin á pubb aftur – hóast tey bert kundu drekka og eta úti, vóru nógv fólk í býnum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin høvdu onglendingar aftur møguleikan fyri at fara í býin og keypa sær ein nýskonktan pint av øli.

Hóast tað enn bert er latið upp fyri servering uttandura, og tað var heldur kalt í veðrinum, so nýttu fleiri túsund onglendingar høvið í gjár at fara í býin – so nógv, at øll borð vóru upptikin.

Serliga í Soho-býarpartinum í London var ovurfylt av gestum.

Her eru nakrar myndir frá London í gjárkvøldið. Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

37 Leygardagur 17. apríl 2021

Atassut stendur fast um ríkisfelagsskapin

Landsstýrissamráðingarnar í Grønlandi halda fram

Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vinnarin av valinum í Grønlandi í farnu viku, flokkurin IA, heldur fram við samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri, Naalakkersuisut.

Roynt verður at skipa stjórn saman við flokkunum Naleraq og Atassut. Men tað er ríkisfelagsdskapurin, sum skilir partarnar. Bæði IA og Naleraq ynskja at arbeiða fram móti grønlendskum sjálvstýri, meðan Atassut er sambandsflokkur og ynskir at Grønland framhaldandi skal vera partur av ríkisfelagsskapinum.

Kortini er formaðurin í Atassut, Aqqalu C. Jerimiassen, bjartskygdur um at samráðingarnar fara at koma á mál.

- Spurningurin er bara, hvussu nógv vit vilja tað, sigur Aqqalu C. Jerimiassen við grønlendska kringvarpið KNR.

IA fekk 12 av teimum 31 tingsessunum á valinum. Naleraq fekk fýra og Atassut er minsti flokkur á tingi við tveimum tingfólkum.

IA og Naleraq kunnu skipa landsstýri einsamallir, men tað verður við minst møguligum meiriluta, og tí veður roynt at fáa Atassut við í stjórnina eisini. Samráðingarnar við Siumut og Demokratiit, sum fingu ávikavist 10 og 3 tingsessir eru slitnaðar.

Men formaðurin í Atassut sigur, at flokkurin stendur fast við sítt mál um at varðveita ríkisfelagsskapin.

- Vit hava fyrr slakað í hesi støðutakan tá vit hava sitið í landsstýri, og hava eisini verið við til at arbeiða við nýggjari stýrisskipan. Tað hevur kostað fyri flokkin, tí standa við nú fast um hetta kravið, sigur Aqqalu C. Jerimiassen, Atassut-formaður. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

38 Leygardagur 17. apríl 2021

Netflix ger broytingar í “Seaspiracy”

Hevur fingið boð um at rætta skeivleikar í dokumentarfilminum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stroymingartænastan Netflix skal nú redigera í nógv umrødda filminum “Seaspiracy”, og broyta brotið, har sagt verður, at tað krevur 5 til 20 kilo av fiski at framleiða eitt kilo av laksi.

Tað upplýsti stóri framleiðarin av fiskafóðuri, BioMar í vikuni á LinkedIn.

Dokumentarurin “Seaspiracy”, sum kann síggjast á Netflix, hevur skapt stórt kjak og hevur verið heilt nógv sæddur. Men funnist hevur eisini verið at filminum fyri eina røð av faktuellum skeivleikum, ójavnvág og fyri at geva víðgongdum felagsskapum orð, eitt nú SeaShepherd.

Høvuðsboðskapurin í filminum er, at tað ikki er gjørligt at umsita fiskivinnu burðardygga, og tí eiga vit at gevast við at eta mat úr sjónum.

Norska tíðindasíðan ilaks.no skrivar, at ein av høvuðskeldunum í filminum, tá tað snýr seg um laksaaling, er Don Staniford, ein umhvørvisstríðsmaður, ið er dømdur fyri ærumeiðing. Við honum sum guide fer filmsliðið ófráboðað inn á eina alistøð hjá Mowi í Skotlandi fyri at taka myndir av deyðum fiski. Her sleppur Staniford uttan mótspurningar at greiða frá, at laksaaling ikki er nakað, ið eigur at vera loyvt.

Sambært samskiftisstjóranum hjá Mowi í Skotlandi, Ian Roberts, setti filmsskaparin seg í samband við hann fyri tveimum árum síðani.

- Navnið segði mær onki, og gav onki úrslit á Google. Av tí at eg ikki kundi fáa hansara samleika váttaðan, svaraði eg honum ikki aftur. Nú veit eg, at talan var um Ali Tabrizi og um filmin “Seaspiracy” á Netflix, skrivar Roberts á LinkedIn.

- Í filminum sigur hann, at “eg ikki vildi hitta hann”. Men eg fekk aldri at vita hvør “hann” var, leggur Roberts afturat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

39 Leygardagur 17. apríl 2021

EM-silvur til Sverra Sandberg Nielsen

27 ára gamli miðvingurin megnaði ikki at endurvinna EM-gullið í Italia farna vikuskiftið – hann endaði sum nummar tvey aftanfyri týska Oliver Zeidler

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað bleiv til eitt silvurheiðursmerki, tá miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen umboðaði Danmark í EM-kappingini í Varese í Italia.

Á heysti í fjør vann føroyski rógvarin gull í EM-kappingini í Pólandi, men hesaferð endaði hann sum nummar tvey aftan fyri týska Oliver Zeidler í A-finaluni í einskullara hjá monnum.

Oliver Zeidler og Sverri Sandberg Nielsen endaðu eisini á avíkavíst fyrsta og øðrum plássi til HM í 2019.

Í summar skal Sverri umboða Danmark til OL í Tokyo, og tað var eisini orsakað av hesum, at hann ikki var í allar besta formi í løtuni. Tað segði hann í samrøðu við DR .

Endaliga støðan í A-finaluni í einskullara hjá monnum sæst niðanfyri:

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

40 Leygardagur 17. apríl 2021

StÍF-kvinnur vunnu fyrstu uppgerðina

Fyrsta FM-finalan endaði 23-22 til útiliðið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru strandakvinnur sum vóru omaná, tá dómararnir bríkslaður fyri seinastu ferð í Høllini á Hálsi síðsta leygardag. StÍF vann dystin 23-22 eftir at hava at verið odda 15-11 í hálvleikinum.

StÍF legði væl fyri kom á odda í beinanvegin, men síðani fekk Neistin gongd á málskjótingina, og tað bleiv meira javnt. Minuttirnar áðrenn steðgin vóru tað StÍF-kvinnurnar, sum stóðu fyri tí mesta, og fingu fýra mál á rað, meðan Neistin einki fekk. Støðan tá liðini fóru til hálvleiks var 15-11 til útiliðið.

Strandakvinnur hildu fast við góða spælið byrjanini av seinna hálvleiki, og vóru eitt skifti á odda við fimm málum, 20-15. Spakuliga ótu neistakvinnur seg inn á leiðsluna hjá StÍF, men Rebekka Justinussen skoraði til 23-22 fyri StÍF í síðsta minutti og avgjørdi dystin.

[object Object]Frøi á útiáskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var fyrsta finalan av fimm møguligum.

Neistin - StÍF 22-23 (15-11)
Toppskjúttar: Marjun Danberg, Neistin (7 mál). Guðrið Ellingsgaard, StÍF (5 mál)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

41 Leygardagur 17. apríl 2021

Neistin vann aðru finaluna

Eitt mál á muni, og nú er javnt 1-1 í FM-finalusigrum

Frá fyrstu finaluni, sum varð leikt á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ein spennandi dystarendi á Skála mikukvøldið, har onnur FM-finalan varð leikt. Neistin vann við einum máli 25-24.

Sostatt hava liðini vunnið ein dyst hvør, og lagt er upp til spennandi brak av finalum næstu dagarnar.

StÍF var mikudagin uttan Haruku Gima, sum hevur verið ein av berandi leikarunum hjá StÍF í ár. Hetta sást aftur í pørtum av dystinum, og eitt skifti var Neistin á odda við fleiri málum. Men strandakvinnur vildu ikki geva upp, og komu upp á javnt móti dystarenda.

Síðsta minuttin komu tvey brotskast hvønn veg. Fyrst eitt brotskast til StÍF, sum Karina Høgnesen umsett til mál og javnaði til 24-24, og hálvan minutt seinni fekk Neistin brotskast. Tað tók Stina Madsen av, og setti í netið til 25-24.

StÍF megnaði ikki at fáa bóltin aftur um Margit Weihe Frímundsdóttir í tíðini, sum var eftir, og Neistin vann 25-24.

Triðja FM-finalan millum Neistan og StÍF verður í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.

StÍF - Neistin (24-25)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

42 Leygardagur 17. apríl 2021

H71 og Neistin vunnu bronsuna

Í bronsudystunum síðsta vikuskiftið tryggjaðu H71-kvinnur og Neistamenn sær triðja plássi. Niðara endaspælið er eisini avgreitt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bronsudystirnir í fremstu hondbóltsdeildunum vórðu leiktir síðsta leygardag.

[object Object]

Í Hoyvík var bronsudysturin hjá kvinnum spældur, har H71 tók ímóti Kyndli.

Talan gjørdist um eitt javnt úrslit, men H71 dróg longra stráðið og vann við einum máli, 28-27.

[object Object]

Menninir hjá Neistanum vóru á vitjan hjá KÍF í Kollafirði, og fóru eisini avstað við øllum

Neistamenn vunnu bronsuna við úrslitinum 35-33 til Neistan.

[object Object]

Í niðara endaspælinum fall eisini avgerðin um ein vinnara leygardagin. Hjá monnum vann StÍF við 34-32 sigri móti Team Klaksvík niðara bólkin.

[object Object]

Hjá kvinnunum vóru tað VÍF og VB sum brustu saman í Vestmanna, og her vunnu vestmannakvinnur stórt 26-20 og vunnu niðara bólkin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

43 Leygardagur 17. apríl 2021

Brotskastskapping koppaði til H71

Longd leiktíð og brotskastskapping skuldi til fyri at finna ein vinnara

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var av sonnum spenningur í Hoyvíkshøllini mikukvøldið, har VÍF var á vitjan hjá H71 í aðru finaluni um føroyameistaraheitið, og dysturin skuldi út í bæði longda leiktíð og brotskastskapping fyri at finna ein vinnara.

Og tað vóru heimaáskoðararnir, sum at enda algoystir kundu renna inn á vøllin og fagna sínum liði.

VÍF vann annars ruddiliga fyrstu finaluna við fimm málum, og at kalla eingin spenningur var, men í Hoyvíkshøllini var øðrvísi. Tað stóð á jøvnum 26-26 tá 60 minuttir vóru leiktir. Hesar finalurnar skulu avgerast. Longda leiktíðin endaði 30-30, og liðini fóru tí út í brotskastskapping.

Ein brotskastskapping, har hoyvíkingar brendu eitt skot, meðan vestmenningar brendu tvey. Sveinur Olafson kundi til síðst smekka bóltin í netið og tryggja H71 sigurin.

Eins og hjá kvinnum, stendur nú á jøvnum 1-1 í finalusigrum, og sera spennandi verður tí næstu dagarnar, tá upp til fimm finalur hjá bæði kvinnum og monnum verða leiktar. Fyri at vinna FM skal eitt lið vinna tríggjar finalur, og tí verða í øllum førum fýra finalur hjá kvinnum og monnum.

Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3 kl. 16 VÍF – H71
Kvinnur FM-finala 3 kl. 19 Neistin – StÍF

Mikudagin 21. apríl
Menn møgulig FM-finala 4
Kvinnur FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur FM-finala 5

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

44 Leygardagur 17. apríl 2021

Nýtt venjaratoymi til KÍF

Kollafjarðar Ítróttafelag hevur gjørt avtalu við Julian Johansen og David Edvardsen

Julian Johansen verður høvuðsvenjari hjá KÍF komandi kappingarár
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verða Julian Johansen og David Edvardsen, sum skulu venja bestu menninar í hondbólti hjá KÍF komandi kappingarár.

Kollafjarðar Ítróttafelag hevur júst kunngjørt, at Julian Johansen er settur høvuðsvenjari og David Edvardsen sum hjálparvenjari. Teir báðir koma at hava ábyrgdina av besta liðnum, 1. deild og D18.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

45 Leygardagur 17. apríl 2021

Hondbóltur: Landsliðið móti Russlandi og Kekkia úttikið

Kappingin um plássini hørð. Elias Ellefsen á Skipagøtu er aftur við í hópinum hesaferð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Russlandi og Kekkia, sum verða  28. og 30. apríl og 2. mai.

Talan er aftur um eina tætta leikskrá, har føroyska liðið skal møta Russlandi á útivølli í Moskva mikudag, síðani Kekkia á heimavølli fríggjadag og Russlandi á heimavølli sunnudag. Heimadystirnir verða í Høllini á Hálsi og verða atgongumerki ætlandi seld til dystin.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, viðmerkir til úttøkuna, at hann kann staðfesta og fegnast um, at kappingin um plássini er hørð. Hartil viðmerkir hann, at tað er ein avbjóðing, at kappingarnar í okkara grannalondum, serliga í Íslandi og Noregi hava verið óstøðugar og til tíðir ligið stillar og hevur hetta eisini ávirkan á, hvussu liðið er úttikið og samansett.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Russlandi og Kekkia:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

46 Leygardagur 17. apríl 2021

KÍ dregur frá

Sum einasta lið við fullari úrtøku, byrjar KÍ at leggja sjógv millum seg og hini liðini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm dystir vóru leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti síðsta leygardag, og úrslitini vísa, at tað er KÍ, sum byrjar at draga frá hinum liðunum.

Við 3-0 sigri móti EB/Streymi kom KÍ upp á fýra sigrar eftir fýra umfør sum gevur 12 stig. Fýra stig eru niður til Víking sum á Tórsvølli leikti 1-1 móti B36.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍF var á vitjan hjá runavíkingum við Løkin, og her vóru tað heimaáskoðararnir, sum høvdu meira at fegnast um. Klæmint Olsen legði NSÍ á odda við brotssparki tá ein lítil hálvur tími varð leiktur, og í seinna hálvleiki øktu runavíkingar til fyrst 2-0 og síðani 3-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen og hinir runavíkingarnir fegnast um 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

B68 hevði vitjan av tvøramonnum, sum í fyrra hálvleiki stóðu fyri stórum parti av spælinum.

Tað vóru kortini toftamenn sum løgdu seg á odda eftir 68 minuttir av spæli. Bara tveir minuttir seinni javnaði Ndende fyri TB, og eina løtu seinni var sami maður aftur upp á spæl og legði útliðið á odda 2-1. Fimm minuttir fyri leiklok fekk B68 brotsspark sum Lukasz Cieclewicz umsetti til mál. 2-2 á Svangaskarði.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Á Tórsvølli spældu HB og 07 Vestur. Heimaliðið var á odda longu tá fimm minuttir vóru leiktir, og í hálvleikinum var støðan 3-0 til HB. Talan gjørdist um eitt veruligt skrædl hjá 07 Vestur, sum tapti 7-0 móti greipuvinnarunum.

B36 - Víkingur 1-1 (0-0)
73’ Noah Miney 0-1
85’ Sebastian Pingel 1-1

KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
35’ Páll Klettskarð 1-0
38’ Árni Frederiksberg 2-0
59’ Páll Klettskarð 3-0

NSÍ - ÍF 3-0 (1-0)
26’ Klæmint A. Olsen 1-0 brotsspark
63’ Petur Knuden 2-0
73’ Jacob Trenskow 3-0

B68 - TB 2-2 (0-0)
68’ Áki Johannesen 1-0
70’ Ndende Adama Guéye 1-1
80’ Ndende Adama Guéye 1-2
85' Lukasz Cieclewichz 2-2

HB - 07 Vestur 7-0 (3-0)
1' Mikkel Dahl 1-0
4' René Shaki Joensen 2-0
18' Mikkel Dahl 3-0
45' Mikkel Dahl 4-0
50' Daniel Johansen 5-0 brotsspark
63' Mikkel Dahl 6-0
90' Stefan Radosaljevic 7-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. apríl 2021

47 Leygardagur 17. apríl 2021

KÍ tryggjaði sær sigurin í síðstu minuttunum

NSÍ vann við 10 monnum móti B36 og HB vann aftur stórt. Fult umfar í Betri deildini hjá monnum varð leikt mikudagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sætta umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt mikukvøldið.

KÍ vann í síðstu løtu 2-1 móti Víkingi eftir at hava verið aftanfyri 1-0. HB vann aftur stórsigur, hesaferð 6-1. 07 Vestur kann fara norð um Suðuroyarfjørð aftur við trimum kærkomnum stigum, og EB/Streymur fekk umráðandi sigur móti toftamonnum.

Óvæntað vann NSÍ við tíggju monnum 4-2 móti B36.

Tað, sum byrjaði so væl fyri TB, endaði við einum 4-2 tapi móti 07 Vestur í Trongisvági.

Tvøramenn høvdu mesta spælið fyrsta partin av dystinum, og fingu mál longu í fimta minutti. Men so byrjaði at ganga skeiva megin hjá TB, og rætta vegin hjá 07 Vestur. Royndu leikararnir Dánjal Godtfred og Rógvi Joensen máttu út við skaða, meðan Samudeen Musah fekk seinna gula varð vístur av vølli. TB spældi tískil við tíggju monnum restina av dystinum.

Liðini vóru nærum ikki komin á vøllin í seinna hálvleiki tá Tór-Ingar Akselsen javnaði fyri 07 Vestur. Lítla løtu seinni var tað ein avlevering til TB-málverjan sum endaði við at kosta tvøramonnum eitt mál, og við máli frá Heina Mortensen aftana spæl í ein tíma, var 3-1 til 07 Vestur.

TB minkaði við brotssparki, men stutt fyri leiklog varð dysturin avgjørdur, tá Dann Fróðason setti bóltin í netið til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Úrslitini í kvøld hava við sær, at klaksvíkingar varðveita góðu støðuna í oddinum við fimm stigum niður til nærmasta kappingarneyta úr HB á øðrum plássi.

Stigatalvan byrjar eisini at líkjast tí, sum væntað varð undan kappingarbyrjan, har KÍ, HB, NSÍ og Víkingur liggja í topp fýra. ÍF liggur á fimta plássi við 7 stigum, men B36, sum hevur havt eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingarárið, liggur á sætta plássi. 

6. umfar

TB - 07 Vestur 2-4 (1-0)
5' Einar Thorsteinsson 1-0
47' Tór-Ingar Akselsen 1-1
52' Sjálvmál 1-2
60' Heine Mortensen 1-3
64' Bessijan Kastrati 2-3 br.
84' Eiler Fróðason 2-4  

EB/Streymur - B68 3-2 (2-0)
23’ Símun Sólheim 1-0
39’ Símun Sólheim 2-0
50’ Lukasz Cieclewicz 2-1 brotsspark
58' Árni G. Olsen 3-1 brotsspark
75' Steffan Løkin 3-2

NSÍ - B36 4-1 (2-1)
7’ Mikkel Jakobsen 1-0
20’ Benjamin Heinesen 1-1
28’ Mikkel Jakobsen 2-1
56’ Petur Knudsen 3-1
64’ Mikkel Trenskow 4-1

Víkingur - KÍ 1-2 (1-0)
35’ Jákup Johansen 1-0
58’ Sumareh Bubacarr 1-1
90’ Jóannes Kalsø Danielsen 1-2

HB - ÍF 6-1 (0-0)
48’ Hørður H. Askham 1-0
51’ Adrian Justinussen 2-0
57’ Dan í Soylu 3-0
66’ Emil Weihe Joensen 3-1
68’ Dan í Soylu 4-1
86’ Mikkel Dahl 5-1
90’ Adrian Justinussen 6-1

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (15 stig)
2. HB (10 stig)
3. NSÍ (9 stig)
4. Víkingur (8 stig)
5. ÍF (7 stig)
6. B36 (6 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)
8. EB/Streymur (5 stig)
9. B68 (2 stig)
10. TB (1 stig)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

48 Leygardagur 17. apríl 2021

Phil aftur í Mjølni

Evnaríki leikarin úr Avstralia vendur aftur til Klaksvíkar eftir eitt ár í Týsklandi

Phil Freere var leikandi venjari hjá Mjølni frá 2018 til 2020 - bæði árini vann liðið greipuna (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var við til FM-finalurnar í ár - tó ikki inni á vøllinum - og nú er greitt, at avstraliumaðurin Phil Freere aftur verður Mjølnir leikari.

Norðlýsið skrivar, at ársins leikari í føroyskum mansflogbólti í 2019, skal spæla í Føroyum aftur komandi kappingarár. Hann hevur gjørt ein eitt árs sáttmála við Mjølnir. Seinasta árið hevur Phil Freere leikt í aðru deild í Týsklandi.

Menninir hjá Mjølni tryggjaðu sær um páskirnar sítt triðja føroyameistaraheiti á rað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

49 Leygardagur 17. apríl 2021

Kurvabóltsfinalurnar verða í dag

Avgerandi FM-finalurnar verða spældar á Argjahamri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hæddarpunktið á kurvabóltsárinum verður í dag, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.

Í kvinnufinaluni tørna bæði havnaliðini, Sporðdrekin og Hamar, saman. Innanhýsis dystir teirra hava verið tættir, so lagt er upp til eina sera spennandi finalu.

Hamar hevur seinastu árini vunnið FM hjá kvinnum, meðan hetta er fyrsta árið Sporðdrekin hevur kvinnulið við í kappingini.

Hjá monnum er eisini lagt upp til spennandi dyst. Hávur vísti stóra styrki í hálvfinaluni móti Hamar 1, og vísti øllum, at teir eru sanniliga klárir kappast um teirra fyrsta FM. Hamar 2 hevur vunnið allar sínar dystir í ár. Í hálvfinaluni stóð tó á gomlum naglum, men Hamar 2 vann sera tætta dystin móti Sporðdrekanum.

Hetta verður fyrsta finalan hjá Hávi úr Klaksvík og fyrsta finalan síðani 2016 hjá Hamar.

Kvinnudysturin millum Hamar og Sporðdrekan byrjar klokkan 14 og mansfinalan millum Hamar 2 og Háv byrjar klokkan 18.

Báðir dystir verða leiktir í høllini á Argjahamri – tað er sum altíð ókeypis atgongd og øll eru vælkomin. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2021

50 Leygardagur 17. apríl 2021

Badminton: Sjey føroyameistarar kosnir farna vikuskiftið

Vinnararnir í badkinton á árliga Kontrast FM Finaludegnum leygardagin

 
SkrivaÐ:

Innsent

Aksel, Bjarnhild, Gunnva, Lena Maria, Miriam, Niclas og Rúni endaðu øll ovast á skamlinum í teimum fimm greinunum í badminton. Árligi Kontrast FM finaludagurin var leygardagin. 

Fleiri sera spennandi finaludystir blivu leiktir í Høllini á Hálsi leygardagin, nú Kontrast FM Finaludagurin bleiv fyriskipaður í samstarvi millum Badmintonsamband Føroya, Judosamband Føroya og Borðtennissambandið.

Í badmintonfinalunum vóru fleiri heilt nýggj andlit at síggja, men í finalunum í einmansleiki hjá bæði kvinnum og monnum, komu royndirnar vinnarunum til góðar.

Hetta staðfesti Magnus Gaard sum viðmerkjari í sjónvarpinum, tá Niclas Eysturoy endurvann FM hjá monnum fyri sættu ferð, og Gunnva K. Jacobsen fyri aðru ferð hjá kvinnum.

[object Object]

Gunnva og Niclas føroyameistarar í einmansleiki
Hjá kvinnunum gjørdist Gunnvá K. Jacobsen (HBF) føroyameistari eftir eina spennandi finalu í trimum settum ímóti Miriam í Grótinum (HBF), sum sostatt fekk silvur. Bronsuna vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF.

Niclas Højgaard Eysturoy (HBF) vann gullið í mansfinaluni eftir ein intensan dyst ímóti Magnus Dal-Christiansen (HBF). Bronsuna vunnu Jónas Djurhuus og Aksel Poulsen, báðir úr HBF.

Bjarnhild og Lena Maria vunnu gull hjá kvinnum
Tær báðar Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen (KBF) vunnu í trimum settum á Miriam í Grótinum og Sissal Thomsen (HBF). Bronsurnar vunnu Mia/Sanna Thorkildshøj (HBF) og Oddbjørg í Buð Justinussen/Johanna Osberg Højsted (KBF).

Niclas og Aksel vunnu gull í tvímansleiki
Teir báðir garvaðu HBF leikararnir Aksel Poulsen og Niclas Eysturoy vunnu á teimum yngru Jónas Djurhuus og Magnus Dal-Christiansen frá HBF í finaluni. Bronsuna vunnu Rúni Øster/Hákun Thorkildshøj (HBF) og Hermann Eysturoy/Magnus Gaard (HBF).

[object Object]

Miriam og Rúni vunnu í blandaðum tvímansleiki
Tað var í eini spennandi finalu í trimum settum, at Miriam í Grótinum og Rúni Øster frá HBF vunnu á Gunnva K. Jacobsen og Magnus Dal-Christiansen, HBF. Bronsuheiðursmerkini vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)/Árant á Mýruni (MBF) og Niclas Eysturoy/Sissal Thomsen (HBF).

Finaludagurin leygardagin var endin á eini krevjandi FM kapping við teimum áleið 100 innleiðandi dystum hósdagin og fríggjadagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

51 Leygardagur 17. apríl 2021

Ársins leikarar í badminton heiðraðir

Magnus Dal-Christiansen og Bjarnhild í Buð Justinussen vórðu kosin sum ársins leikarar og Christian Berg Petersen og Ranja Joensen ársins stjørnuskot. Teir á manssíðuni eru úr Havnar Badmintonfelag - á kvinnusíðuni úr Klaksvíkar Badmintonfelagi

Mynd: Badmintonssamband Føroya
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuskiftinum vóru føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton funnir í samband við stóra Kontrast FM í Høllini á Hálsi. 

Á árligu gallaveitsluni fyri ítróttargreinarnar, sum er á skránni eftir kappingarnar, nýtti Badmintonsamband Føroya høvi til at heiðra nakrar leikarar fyri innsats og úrslit farna kappingarár.

Ársins manligi leikari gjørdist Magnus Dal-Christiansen úr HBF, sum endaði við silvurheiðursmerki í bæði einmansleiki og tvímansleiki. Hann vann heiðurin  fyri millum annað at hava víst sera høgt støði ígjøgnum kappingarárið og fyri at vera ein fyrimynd hjá øllum øðrum leikarum.

Hjá kvinnum var tað bert 16-ára gamla Bjarnhild í Buð Justinussen úr Klaksvíkar Badmintonfelagið, ið varð kosin ársins leikari. Hetta var fyri hennara stabilitet og vilja til allatíðina at betra seg. Í einstaklingakappingini fekk hon bronsu - í tvímansleiki gjørdist Bjarnhild føroyameistari saman við Lenu Mariu Joensen

Ársins stjørnuskot hjá gentum umboðar eisini KBF. Klaksvíksgentan Ranja Joensen, ið er systur Lenu Mariu, er ein gávuríkur ungur leikari við góðum úrslitum og natúrtalenti, sum tey í Badmintonssambandinum trúgva nógv upp á, og hon stríðist øgiliga væl, tá hon spælir ímóti eldri og betri leikarum. 

Christian Berg Petersen úr Havnar Badmintonfelagið varð valdur sum ársins stjørnuskot millum dreingirnar, tí hann hevur sýnt góðar leiðslueginleikar, góðan hugburð á bananum og ein flottan teknikk við møguleika fyri víðari menning.

Johnny í Grótinum, formaður í BSF, handaði teimum fýra leikarunum blómur við eini heilsan frá Sune Gavnholdt, landsliðsvenjara, og Wong Fai Yin, hjálparlandsliðsvenjara, sum hava valt út ársins leikara og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

52 Leygardagur 17. apríl 2021

Egga Jensen lagt frá sær sum formaður í Parasport

Egga hevur verið ímyndin av ítrótti fyri fólk, ið bera brek, síðani hann saman við øðrum tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað fyri 41 árum síðani

 
SkrivaÐ:

Innsent

Á aðalfundi leygardagin 10. apríl, 41 ára dagin fyri stovnanina av sersambandinum, boðaði Egga Jensen frá, at hann leggur frá sær sum formaður.

Egga hevur verið ímyndin av ítrótti fyri fólk, ið bera brek, síðani hann saman við øðrum tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað fyri júst 41 árum síðani.
Egga hevur sitið sum formaður øll árini, og hevur hann verið drívmegin ið hevur gjørt at ÍSB, nú Parasport Føroyar, altíð hevur verið eitt virkið sersamband.

Egga hevur altíð verið ein virkin formaður og hevur hann luttikið í øllum lutum hjá sersambandinum til hann nú legði frá sær.

Ongin kann ivast í at Egga hevur brent fyri arbeiðinum við paraítrótti, og var hetta eisini staðfest tá ÍSF handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning innan ítrótt, í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá Parasport í heyst.

Nú Egga legði frá sær, var aðalfundurin samdur um at stilla hann inn til heiðursforseta, so hann sleppur neyvan paraítrótti heilt hóast hann neyvan fer at fylla líka nógv sum hann hevur gjørt.

Nýggjur formaður í Parasport er Petur Elias Petersen, ið hevur verið næstformaður síðani hann kom í nevndina í 2017.

– Sjálvur havi eg altíð verið hugtikin av hesum sersambandi, ið eg haldi hevur virka sera væl, og hevur og ger enn eitt sera gott og stórt arbeiði.

– Tað er við stórari eyðmýkt, at eg nú takið við sum formaður í hesum vælskipaða sersambandi og vil eg leggja alla orku í at føra tað væla arbeiði sum Egga og hini sum sita í nevndini, umframt ítróttaráðgevin gera.

– Vil royna at brúka mína vitan og royndir frá øðrum álitispostum eg havi haft innan ítróttina, so Parasport møgliga fær ágóðan av hesum, segði nývaldi formaðurin tá hann takkaði fyri álitið á aðalfundinum.

Onnur í nevndini eru Tóra Norðgerð, Hans Karl Højgaard og Anna Gaardlykke. Varalimir eru Sonja Norðgerð og Uni Rasmussen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. apríl 2021

53 Leygardagur 17. apríl 2021

Nýtt súkklu- og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum

Rigmor í Króki Rasmussen, André Frederiksberg Danielsen og Torleif Thorleifsson eru nevndarlimir í "Skálafjarðar Triathlon og Súkklufelag". Rigmor er forkvinna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánakvøldið 12. apríl 2021 gjørdist søguligt fyri súkklu- og triathlon ítróttin í Føroyum, tá ið ein áhugabólkur á vestara armi á Skálafjørðinum tók stig til at skipa seg í eitt ítróttarfelag undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Stovnandi bólkurin valdi eina trýmannanevnd og eitt fyribils navn til felagið "Skálafjarðar Triathlon og Súkklufelag". Nevndin sigur frá, at felagið fæst við allar ítróttargreinar skipaðar undir sambandinum, og lýsir, at navna- og búmerkjakapping verður lýst í næstum at finna eitt gott navn og búmerki til felagið.

Nevndin vil virka fyri at menna triathlon og súkkling í økinum. Vit ætla, at hetta skal verða eitt savnandi felag, har pláss skal verða fyri ymiskleikanum, og har øll kunnu verða við, hvør á sínum støði. Vit fara at arbeiða við felags túrum á ymiskum vegastrekkjum, so øll kunnu verða við. Eisini fara vit at hava skipaðar venjingar fyri bæði børn og vaksin. Somuleiðis vil felagið skipa kappingar í økinum. Nógvar góðar súkklurutur eru í økinum og kring fjørðin. Tí vil nevndin virka fyri, at hetta økið gerst eitt virkið súkkluøki.

Í nevndina vórðu vald Rigmor í Króki Rasmussen sum forkvinna og André Frederiksberg Danielsen og Torleif Thorleifsson sum nevndarlimir. Rigmor er fyrsta kvinna, sum tekur við formanssessinum í einum føroyskum súkklu- og triathlonfelagi, so nógvar gleðiligar og søguligar hendingar vóru hetta kvøldið á Strondum.

Formaðurin í sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon, Kári Davidsen, saman við mennaranum í sambandinum, Helga Winther Olsen, luttóku eisini á fundinum, og góvu nevnd og stovnarum góð ráð í skipanini av nýggja felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2021

54 Leygardagur 17. apríl 2021

Kunnu søkja um 100.000 at smíða kappróðrarbátar fyri

Fimm umsóknir vóru í fjør, og allar vórðu gingnar á møti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Róðrargrunnur Føroya bjóðar aftur nú kappróðrarfeløgum at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.

Í 2020 fekk grunnurin játtaðar 100.000 krónur á fíggjarlógini at útluta sum stuðul og hevði 30.000 krónur aftrat frá undanfarna ári at játta feløgum.

Fimm umsóknir vóru til tær tilsamans 130.000 krónur og allar vórðu gingnar á møti. Eitt felag fekk játtað 30.000 krónur, og fýra fingu játtað 25.000 krónur hvørt.

Á fíggjarlógini fyri 2021 hevur løgtingið aftur játtað 100.000 krónur til kappróðrarbátasmíð, so tilsamans eru í ár 100.000 krónur at søkja um.

Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er 25. apríl 2021. Treytin fyri at fáa stuðul er, at kjølurin er strektur 25. apríl 2022.

Umsóknir skulu vera í mesta lagi ein A4-síða til longdar. Í umsóknini skulu vera kostnaðarætlan, tíðarætlan og upplýsing um, hvør skal smíða bátin.

Umsóknirnar verða viðgjørdar í mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2021

55
Leygardagur 17. apríl 2021

Tavan og Oscar kongur av Svøríki

Johan Mortensen hugleiðir her um brisling veiddur á føroyskum firðum og sambandið við altjóða konservesfyritøkur, ikki minst kendu dósina við niðursjóðaðum brislingi við navninum “King Oscar”

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

Longu í 1873 byrjaðu norðmenn við fiskahermetikki, og felagið Stavanger Canning Company varð stovnað, og i 1880 byrja teir at útflyta.

Norsk/svenski kongurin Oscar II var so sera fegin um allan fiskamat – og eisini brisling – at hann gav felagnum loyvi at nýta sítt navn til teirra marknaðarføring og eitt av heimsins best kendu brandum “King Oscar” sá dagsins ljós.

[object Object]

JF Kjølbro fekk íblástur úr Noregi til at fara undir hermetikvirki í Klaksvík, og varð John Høj í starvslæru hjá Abba Seafood. Vit vita eisini, at í Mykinesi høvdu tey hermetikkvirki einaferð – tey niðursjóðaðu lundar í dós.

Fabrikkin hjá Öström byrjaði eisini sum hermetikkvirki í stórum stíli, og eitt nú vóru royndir gjørdar við við grind!

Felagið við “King Oscar”-brandinum hevur skift hendur nakrar ferðir seinastu hundrað árini, og í 2014 keypir heimsins størsta canning felag, Thai Unionm, brandið og framleiðsluna frá Norway Seafoods, sum Tavan í Leirvík samstarvaði við.

[object Object]

Tavan fekk beinanvegin sera gott samstarv við Thai Union, og føroyski brislingurin verður nýttur í nøkrum av teirra bestu framleiðslum, sum verða seldar kring allan heimin sum eitt premium brand.

Tað verður sagt, at føroyski brislingurin er millum tann allarbesta sum fáast kann. Eisini hevur Tavan sera gott samstarv við Abba Seafood, sum flakasker brislingin áðrenn hann fer í dósir og síðan verður marknaðarførdur globalt.

[object Object]

Vertíðin fyri brisling i Føroyum er vanliga frá november til februar. Joan Magnus Rasumussen, stjóri á Tavuni, sigur, at hesa seinastu vertíð fekk Tavan umleið 125 tons, so at at siga alt frá bátinum “Katrin”.

Hetta er munandi minni enn vanlig ár. Í fjør stóð sera nogvur toskur inni á firðunum og er hetta kanska ein orsøk til, at so nogv minni var hesa vertíðina. Ymiskt bendir á at kanska verður frægari komandi vetur.

Joen Magnus Rasmussen leggur afturat, at sera stórur eftirspurningur er eftir teirra brislingi og teir megna ikki at nøkta tørvin sum er. Hann er fegin um, at Tavan hevur ment eina framleiðslu, sum hevur slíkt gott altjóða orð á sær.

---

Oscar II kongur av Svøríki var føddur 21. januar 1829 og doyði 8. dessember 1907. Hann gjørdist kongur í Svøríki 18. september 1872, tá bróður hansara, Karl XV kongur doyði uttan mannligar arvingar. Oscar II var eisini kongur í Noregi til 1905.

Oscar II er oldurabbi núverandi svenska kongin Carl XVI Gustav og donsku Margretu II drotning, og hann er langabbi norska kongin Harald V og Albert II av Belgia. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021