Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. apríl 2021 | Nr. 17 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Heilsufrøðiliga herðir krøvini til skeljadjór á matstovum

SíÐa 2

1 Leygardagur 24. apríl 2021

Góðan lesihug og góðan flaggdag

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvør eigur ælabogans litir?

Liturin á einum sveittabandi, sum dómari hevði um skøvningarnar til dyst, og á liðskiparabandinum hjá einum kvinnuligum fótbóltsspælara, hava nú lagt seg tvørs fyri, hjá onkrum persónum í sambandinum, sum er ovasti myndugleiki í føroyskum fótbólti.

Talan eru um ælabogalittar strípur, sum verða fataðar sum politiskur boðskapur til frama fyri ávísan bólk, ið stríðist fyri at fólk, sum eitt nú liva í samkyndum parlagi, fáa somu rættindi sum onnur pør.

Hetta er, verður sagt, í stríð við greinina í fótbóltslógini, sum sýtir fótbóltsspælarum at bera fram politiskar boðskapir á leikvøllum.

Men fótbóltssambandið hevur ein trupulleika her. Hvør sigur, at rørsla teirra samkyndu hevur ognarrættin til ælabogans litir? Um tað verður fatað sum ein politiskur boðskapur, so verður tað so nógv annað, ið eisini kann fatast politiskt.

Reytt til dømis. Er eitt reytt sveittaband um skøvningarnar ella sum liðskiparabind so ikki eisini ein boðskapur, ið eggjar til sosialismu ella kommunismu? Og hvussu við bláum ella svørtum? Um útsýnið er so snævurt, so sæst politikkur í øllum.

Satt er tað, at tey, ið bera ælabogans litir ofta vilja staðfesta eina ávísa áskoðan. Men er tað politikkur at halda at fólk, ið ikki passa inn í gamla siðbundna familjumynstrið, skulu hava somu rættindi, sum øll onnur, ja, so er tað eisini politikkur at siga nei til rasismu.

Og hendan politikk – altso anti-rasismu boðskapin – agiterar fótbóltssambandið sjálvt fyri eftir beinleiðis boðum frá evropeiska fótbóltsmyndugleikanum, sum hevur sum mál at berjast ímóti rasismu innan fótbólt.

Vit síggja eisini fótbóltsspælarar manifestera seg í stríðnum móti rasismuni við at stilla seg á knæ, júst fyri at stuðla tí partinum av rasismustríðnum, ið sipar til “Black Lives Matter”-stríðið í USA.

Hví skulu spælarar sleppa tað, tá teir ikki sleppa at hava ein lepa við við litum ælabogans uppi á sær? Hví er eitt band við teimum seks vakrastu litunum, sum eru til, meira politiskt?

Tað er annars rættilig breið semja – í hvussu so er í øðrum londum – ikki at seta spurnartekn við yvirlýsingina um mannarættindi, sum Sameindu Tjóða samtyktu í desember í 1948.

Hesin sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um, at øll fólk skulu vera líka fyri lógini og viðgerast eins. Og tað ikki skal gerast mismunur orsaka av eitt nú aldri, útbúgving, sosialum status, átrúnaði, politiskari sannføring, kyni og húðarliti. Kynslig fatan er seinni eisini upptikin sum mannarættindi av ST.

Men vit vita, at herheima er frælsið at skipa seg øðrvísi enn í siðbundna parlagnum ikki góðkent av øllum á politiska pallinum – her verður tað ikki fatað sum ein mannarættur.

Spell at fótbóltssambandi við fráboðanini til feløgini ikki vísir vilja til at tala fyri søk teirra samkyndu, so tey fáa teirra uppibornu rættindi á fótbóltsvøllum eisini.

Men sum skilst eru ikki allar súður syftar enn. Nú verður bíðað í spenningi eftir hvat ovasti myndugleiki í sambandinum kemur fram til.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6521

    Lisnar síður: 30489

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 24. apríl 2021

Heilsufrøðiliga herðir krøvini til skeljadjór á matstovum

Vandi er fyri, at tað ikki longur verður møguligt at fáa krækling og øðu á føroyskum matstovum.

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Alt bendir á, at tað í framtíðini verður trupult at fáa føroysk skeljadjór borðreidd á føroyskum matstovum. Eftir eina fráboðan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru smáar vónir um, at tað verður møguligt at borðreiða við øðu, kræklingi og øðrum leskiligum skeljadjórum úr føroyskum sjógvi í framtíðini.

Orsøkin er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað frá, at hon nú fer at seta fram krøv um, at skeljakunngerðin verður hildin!

Hetta merkir, at veitarar av skeljadjórum til matstovur í Føroyum skulu vera góðkendir, og at trygd er fyri, at ongin vandi er fyri fólk at eta henda mat.

Onkur hevur fingið leyst lív
Matstovurnar hava hug at himprast og undrast yvir, hví slíkt skal verða álagt teimum. Tey eru ikki vitandi, at nakar í Føroyum hevur fingið trupulleika av at eta skeljadjór. Tær siga, at avleiðingin helst verður, at tær ikki longur kunnu borðreiða við føroyskum skeljadjórum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hinvegin tekur málið í fullum álvara. Hetta snýr seg um at kunna veita trygd fyri, at gestirnir á matstovunum ikki skulu vera í vanda fyri at eta eitrandi mat.

[object Object]

- Vit hava fingið onkrar fráboðanir frá fólki, sum siga seg hava fingið leyst lív eftir at hava fingið skeljadjór á matstovu, sigur Bjørg Mikkelsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Tað er hon, sum stendur fyri átakinum. Hon hevur skrivað matstovunum eitt bræv, og ein fráboðan er eisini løgd út á heimasíðuna hjá starvsstovuni, har greitt verður frá, at Heilsufrøðiliga nú fer undir eitt átak, har ætlanin er at vitja allar matstovurnar og kanna um skeljar verða borðreiddar har og hvussu tað verður gjørt.

Kann vera sera álvarsligt
Hon greiðir frá, at ein kunngerð er galdandi fyri skeljadjór, og at henda eigur at verða tikin í álvara.

Endamálið er at tryggja hesa serligu matvøru, og eisini at kunna spora hana, so at hon í stundini kann takast aftur, um okkurt er galið við henni.

- Nú er leyst lív ikki so álvarsligt, men vit vita, at alguvøkstur í skeljadjórum kann vera sera eitrandi. Kann vera beinleiðis oyðileggjandi fyri nervalagið hjá fólki, so tey í ringasta føri kunnu gerast lamin, ella missa vitið. Tað er tí, at vit seta hesi krøvini, greiðir Bjørg Mikkelsen frá.

Mattrygdin í hásæti
Hetta inniber, at allir veitarar av skeljadjórum til matstovur skulu vera góðkendir. Harafturat skulu tey økir, har skeljadjórini verða tikin eisini góðtakast.

Fyrsta treytin er, at sjógvurin ikki er dálkaður, har skeljarnar verða tiknar, tað verði seg frá kloakkum, vinniligum virksemi ella taðing frá landbúnaðinum.

Og so er tað algurnar, sum finnast í sjónum. Av tí at skeljadjór síla sjógvin, so setast hesar algur í djórunum. Og er ein uppblóming av ávísum algum, gerast tær eitrandi fyri fólk at eta. Tað er hetta, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil tryggja sær.

Tí skulu allar tøkur av skeljadjórum góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í framtíðini, áðrenn tær kunnu latast víðari til matstovurnar. Tað verður kravið.

- Tí endamálið hjá okkum er at seta mattrygdina í hásæti, sigur Bjørg Mikkelsen.

Bert ein veitari góðkendur
Heilt nógvar av føroysku matstovunum hava borðreitt við skeljadjórum hesa seinastu tíðina.

Men veruleikin er tann, at tað er bert eitt loyvi útskrivað í løtuni til skeljaveitara. Tað er til felagið O. C. Joensen, sum hevur skeljavirki á Oyri og dreggjar eftir jákupsskel, mest til útflutnings, eitt nú eystan fyri Nólsoynna.

So veruleikin í matstovuvinnuni í løtuni hevur verið, at tær hava keypt eitt nú øðu og krækling frá frítíðarkavarum.

[object Object]

Trupulleikin við komandi átakinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er tann, at tað nú verður sett krav til at vøran verður góðkend sum matvøra. Og tað er veitarin, sum skal tryggja, at henda góðkenning er til staðar.

- Tað kostar yvir 3.000 krónur at fáa eina slíka góðkenning. Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg kann halda fram við hesum virkseminum, sigur ein frítíðarkavari, sum Blaðið Vikuskifti hevur tosað við.

Hann roknar tí við, at hann fer at gevast við at fara út eftir øðu og kræklingi av tí einføldu orsøk, at tað neyvan fer at loysa seg.

Vóna at skil kemur í
Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hinvegin vóna tey, at nýggju herdu krøvini til matstovurnar fara at føra við sær, at tað kemur betri skil á økið.

- Vit vita, at aðrastaðni sláa veitar seg saman í sambandi við heinting av skeljadjórum. Tað kundi eisini hent her heima. Tað er einki í vegin fyri, at fleiri veitar sláa seg saman og eru felags um góðkenningina, um hesir heinta í sama øki, heldur Bjørg Mikkelsen.

Hon er sjálvandi væl vitandi, at vandin fyri uppblóming av algum er nógv størri í summarmánaðunum enn um veturin. Tí metir hon eisini, at krøvini helst verða lagaligari í vetrarmánaðunum, enn um summarið.

- Vit kunnu væl ímynda okkum, at tað at borðreiða við skeljadjórum gerst nakað, ið er tengt at árstíðini. At tað er vanligt og bíligari um veturin. Eru tað so kundar á matstovunum, ið vilja hava skeljadjór í summarmánaðunum, so eru teir kanska eisini sinnaðir at rinda fyri tann meirprís, ið krevst at fáa skeljadjórini kannað fyri eiturevni, heldur Bjørg Mikkelsen. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2021

3 Leygardagur 24. apríl 2021

Tunga ferðslan manglar og ov dýrt fyri tey, sum koyra hvønn dag

Tað eru fýra mánaðir síðani Eysturoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Ferðslan veksur støðugt, og umleið 4500 bilar koyra gjøgnum tunnilin um dagin í miðal. Í løtuni er ikki ætlanin at gera nakrar prísbroytingar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ferðslan í Eysturoyartunlinum er støðugt vaksandi. Nú koyra umleið 4500 bilar gjøgnum tunnilin um dagin.

Men nøkur sløg av akførum mangla í, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyartunlinum, við útvarpið, nú tað eru fýra mánaðir síðani at nýggja farleiðin millum høvuðsstaðarøkið og Eysturoynna lat upp.

- Vit síggja, at tað eru nøkur sløg av bilum sum mangla í, og tað er serliga stóra ferðslan sum manglar. Tað hevur helst nakað við prísin at gera, men eisini við hugsunarhátt, sigur Teitur Samuelsen.

Teitur Samuelsen sigur tað vera torført at gera broytingar, tí tey ikki kenna pínumarkið hjá fyritøkunum.

Hann sigur við útvarpið, at fleiri fyritøkur og eisini flutningsfyritøkur velja tunnilin. Aðrar velja hinvegin at koyra eftir gomlu farleiðini, og tá brúkar ein umleið 10-15 litrar meira av brennievni.

- Og so vita vit eisini, at tað er ov dýrt hjá teimum, sum koyra í millum hvønn dag, men her bíða vit eftir einum útspæli frá politisku skipanini um, hvussu koyripeningurin skal skipast, sigur Teitur Samuelsen.

Ætlanin er ikki at gera nakrar prísbroytingar áðrenn politiska skipanin er komin við útspælinum.

Eysturoyartunnilin skal hava einar 200 milliónir í inntøkum um árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

4 Leygardagur 24. apríl 2021

Landsbankin: Rentustøðið er lágt

Í løtuni krevja føroysku peningastovnarnir negativa rentu fyri innlán og av hesi orsøk hava summir kundar roynt at spjaða síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar. Eisini hava summir kundar valt at gjalda skjótari niður uppá skuld vegna negativu innlánsrenturnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Renturnar, sum bankarnir bjóða kundunum, fylgja vanliga rentuni hjá Nationalbankanum, meðan rentan hjá Nationalbankanum fylgir tí hjá Evropeiska miðbankanum. Hetta er fyri at halda donsku krónuna støðuga í mun til evruna. Evropeiski miðbankin hevur seinastu tíðina lækkað rentuna fyri at stimbra evropeiska búskapin, og tískil er rentan eisini lág hjá Nationalbankanum.

Innlán, sum ein peningastovnur ikki fær lænt út ella sett í virðisbrøv og líknandi, verða flutt á konto í Nationalbankanum, og í løtuni verður negativ renta kravd av upphæddum, sum peningastovnar hava standandi á bók í Nationalbankanum.

[object Object]
Innlánsrenta í Nationalbankanum

At Nationalbankin krevur negativa rentu hevur við sær, at bankarnir í Føroyum taka negativa rentu frá bæði vinnukundum og privatkundum. Myndin niðanfyri vísur, at føroysku peningastovnarnir vóru væl seinni at áseta negativar rentur fyri vinnukundar samanborið við danskar peningastovnar.

[object Object]

Innlánsrentan hjá føroyskum ikki-fíggjarligum fyritøkum, í % p.a. í føroyskum og donskum peningastovnum

Privatkundar skulu nú eisini gjalda negativa rentu fyri innlán, sum fara upp um eina ávísa upphædd í føroysku peningastovnunum, men lítið bendir á, at føroyingar av hesi orsøk taka pengar út.

Summir kundar hava tó roynt at spjatt síni innlán út á allar fýra peningastovnarnar. Eisini hava summir kundar valt at gjalda skjótari niður uppá skuld vegna negativu innlánsrenturnar.

Fyri fíggjarliga støðufestið er tað sum so ikki ein váði at rentan er lág. Tað kostar peningastovnunum at seta pening á bók í Nationalbankanum, men hendan kostnaðin fáa peningastovnarnir fyri ein part dekkað við sjálvir at krevja negativa rentu frá kundunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

5

Størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Meira Umsóknarfreist:

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Meira Umsóknarfreist:

Fíggjarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024
6
Leygardagur 24. apríl 2021

Siglandi matupplivilsi

Munkastova umborð á Norrønu tekur upp stríðið at vera næstbesta matstova í Føroyum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein av teimum heilt góðu matstovunum í Føroyum flytir seg í fastari rutu millum Tórshavn, Hirtshals og Seyðisfjørð.

Tá Norröna var nýggj, var matstovan við vakra hetlendska navninum Simmer Dim – eitt heiti fyri ljósu summarnæturnar, summardimmi (?) – ein dygdar sokallað a-la-carte matstova, hvørs fremsta endamál var at geva teimum ferðandi umborð eitt alternativ til stóra sjálvtøkuborðið afturi í reyv –buffet’ina.

[object Object]Fyrsti rættur (Mynd: Sverri Egholm)

Maturin var góður, uttan tó at vera óvæntað góður. Standardurin var kips og sós aftur við kjøtinum, júst sum føroyingar vildu hava tað.

Fyri nøkrum árum síðani kom vend í. Kokkarnir umborð á Norrønu settu sær hægri mál. Helst er tað komið eftir, at gestirnir eisini eru farnir at seta hægri krøv. Maturin í a-la-carte matstovuni varð uppstigaður, og kundi nú gott metast sum gourmet.

Í sambandi við umbyggingina og stóru andlitslyftingina av skipinum í vetur, hevur Norrøna eisini slept sínum hetlendska samleika, og øll “støðini” umborð hava fingið rótføroysk nøvn, eins og allar kahúttur eisini eru navngivnar eftir fuglum og fiskum í økinum, har Norrøna siglir.

Matstovan við vakra hetlendska navninum, eitur nú Munkastova.

[object Object]
Annar rættur (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjár høvdu partar av føroyska miðlaheiminum høvi at royna matin í Munkastovu í sambandi við at Smyril-Line hevði boðið starvsfeløgum í øðrum matstovum og hotellum í landinum umborð at síggja umbygda skipið.

Og standardurin á matinum kom óvart á – serliga okkum, sum ikki hava havt høvi at njóða ein betri bita umborð á Norrønu í fleiri ár.

Janus Einar Sørensen, køksleiðari, borðreiddi við eini máltíð við fimm rættum, ið bóru prógv um høgan standard.

[object Object]
Triði rættur (Mynd: Sverri Egholm)

Forrættirnir vóru ráar jákupsskeljar við súreplum og stikkulsberjasós – sera frískligt. Síðan kom gravaður laksur við ronkelsisrognum á sagogrýnum og havtaska við leykasúpan. Høvuðsrætturin var krúna av íslendskum lambi saman við rót. Omaná var hvítt sjokolátaskúm.

Sera væl úr hondum greitt. Gestirnir umborð hava møguleika at velja millum tríggjar, fimm ella sjey rættir, tá teir bíleggja eina kvøldarmáltíð umborð á Norrønu.

Spennandi er nú um smakkdómarar frá altjóða matstovuguide’unum nýta høvi at ferðast til ella úr Føroyum sjóvegis, so teir eisini fáa eyguni upp fyri siglandi borðreiðingini í Munkastovu, tí henda matstovan er fult á hædd við matstovurnar, ið berjast um at vera næstbest í Føroyum eftir Koks.

[object Object]
Høvuðsrættur (Mynd: Sverri Egholm)

--

P.S. Norrøna-buffet’in afturi í reyv eitur nú Skansagarður, kafeteria eitur Nóatún, Naust-barrin eitur Undirhúsið og nýggi stóri náttklubbin á 10. hædd við panoramaútsýni yvir Atlantshavið, eitur Laterna Magica.

[object Object]
Omaná (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2021

7
Leygardagur 24. apríl 2021

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 milliardir

Størsta minkingin sæst í útflutninginum av laksi, toski og makreli

Útflutningurin av toski minkaði næstan 350 mió. krónur í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum mars 2020 til februar 2021 minkaði útflutningurin av fiskavørum 1,4 milliardir krónur samanborið við árið fyri, vísa hagtøl hjá Hagstovuni.

Í hesum tíðarskeiðnum útfluttu vit laks fyri 663 millióónir krónur minni. Talan er um eina minking á 17 prosent, tó minkaði nøgdin bert góð fýra prosent.

Útflutningurin av toski minkaði næstan 350 milliónir krónur, sum svarar til eina minking á 31 prosent. Nøgdin minkaði eisini 31 prosent.

Tá hugt verður at útflutninginum av makreli, er minkingin 239 milliónir krónur ella 24 prosent. Í nøgd er minkingin tó bert 13 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

8 Leygardagur 24. apríl 2021

Atlantsflog 128 miliónir í halli

Inntøkurnar hjá almenna flogfelagnum minkaðu niður í ein helvt. Í ár verður aftur roknað við halli, men tó lægri enn í 2020

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Koronafarsóttin hevði við sær stóra afturgongd í ferðafólkatølum og flogtímum í 2020, sum Atlantic Airways legði aftur um seg við 128 milliónum krónum í halli áðrenn skatt.

Koronufarsóttin hevði – saman við frámæli um ferðing uttanlands og tilmæli um sóttarhald og heimauppihald í Føroyum – stóra neiliga ávirkan á flogferðsluna í fjør. Í 2020 flugu 149.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 189.000 færri ferðafólk enn í 2019. Afturgongdin er 56 prosent. 40 prosent vóru útlendsk ferðafólk, ið svara til umleið 60.000 ferðaseðlar.

Atlantic Airways er høvuðsflutningsveitari av útlendskum gestum til føroysku ferðavinnuna, og  meðan farsóttin hevur herjað, hevur Atlantic Airways verið ein trygg og álítandi loftbrúgv til umheimin. Sjúklingar, sjófólk, vinnuferðandi, lesandi og onnur hava havt gagn av farleiðini, samstundis sum flogførini seinastu mánaðirnar hava flutt koronakoppingarevni til føroyska samfelagið. Soleiðis lýsti nevndin í stuttum virksemið hjá flogfelagnum í farna ári á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag.

Fíggjarligt hall – 50 prosent lægri inntøkur
Atlantic Airways hevði 104,6 milliónir krónur í halli eftir skatt í 2020 samanborið við 7,8 milliónir krónur í avlopi í 2019. Inntøkurnar minkaðu niður í helvt – úr 574,3 milliónum krónum í 2019 niður í 289,6 milliónir krónur í 2020. Lækkingin var 285 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 63 milliónir krónur í halli í 2020 samanborið við 69 milliónir krónur í avlopi í 2019.

Framleiðslan hjá flogførunum lækkaði 51 prosent – úr 8.830 flogtímum í 2019 niður í 4.336 flogtímar í 2020. Tyrluflúgvingin lækkaði 20 prosent – úr 906 tímum niður í 725 tímar. Í 2020 var tyrlan boðsend 47 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 9,3 minuttir, og eingi útkøll vóru avlýst í fjør.

Repaðu seglini
Tá ið koronufarsóttin rakti á vári 2020, tók Atlantic Airways beinanvegin neyðug stig fyri at minka rakstrarútreiðslurnar. Flest øll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og tíverri var neyðugt at siga umleið 100 fólkum úr starvi.

Áhaldandi ávirkanin frá koronafarsóttini rakti gjaldførið og eginognina so meint, at neyðugt var at heita á landsstýrið um fíggjarliga hjálp. Í desember 2020 fekk Atlantic Airways 100 milliónir krónur í kapitalhækking.

Flotin tillagaður
Airbus A319 flogfarið fór úr Føroyum í gjár. Flogfarið verður næstu fýra árini langtíðarleigað til felagið Lattitude HUB SA á kanarisku oyggjunum. Frameftir fer Atlantic Airways at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Tvey av flogførunum er av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24, eru útsett til 2027/28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin útleigaranum aftur.

Hotell-raksturin lutfalsliga góður
Dótturfelagið P/F Hotel Atlantic lat á heysti 2020 upp nýggja Hilton Garden Inn hotellið, ið hevur 130 kømur og fimm fundar- og ráðstevnuhølir. Hotellið er partur av heimsumfatandi og navnframu Hilton-ketuni, sum við 112 milliónum fólkum í sínum kundanetverki væntandi fer at fáa fleiri ferðafólk til Føroya úr m.a. USA og Asia.

Hotellraksturin hevur gingið væl betur enn væntað fyrstu tíðina, tí lutfalsliga nógv fólk í Føroyum hava vitjað hotellið hesa tíðina, tað hevur verið at kalla ómøguligt at ferðast uttanlands. Talan er bæði um gistingar, matstovuvitjanir og fundar- og veitsluvirksemi.

Flúgvingin spakuliga í gongd aftur
Ávirkanin frá farsóttini heldur fram í 2021 – serstakliga fyrra hálvár. Tí væntar felagið aftur hall í ár, tað verður tó lægri enn í 2020. Koppseting fyri korona fer væntandi so við og við at minka neiligu ávirkanina.

- Atlantic Airways heldur fram sum tann trygga og álítandi loftbrúgvin – eisini eftir koronu. Vit eru sera takksom fyri øll okkara trúføstu viðskiftafólk og gleða okkum til, at gongd so líðandi kemur aftur á flogferðsluna, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Atlantic Airways væntar, at gongd spakuliga kemur aftur á flogferðsluna í summar. Farleiðirnar til Reykjavík, Edinburgh og Aalborg fara í gongd aftur í næstum, umframt at flogið verður til Keypmannahavnar, Billund og Noregs. Flúgvingin til Gran Canaria byrjar í desember.

Føroyska flogfelagið er væl fyri at taka virksemið uppaftur eftir heimsfarsóttina, men neyðugt verður við størri smidleika og bøttum kappingarføri fyri at standa seg í kappingini.

Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Nývald í nevndini er Annika Larsen Black, ið kom í nevndina í staðin fyri Gunn Ellefsen. Hini nevndarlimirnir eru Esther Dahl, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

9 Leygardagur 24. apríl 2021

Minkað um flotan

Eitt flogfelag á kanarisku oyggjunum leigar næstu fýra árini minsta flogfarið hjá Atlantsflogi. Flogfarið fór úr Føroyum hósdagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var í januar, at Atlantic Airways boðaði frá, at Airbus A119-flogfarið, sum er tað minsta í flotanum, verður leigað út næstu fýra árini.

Flogfarið fór úr Føroyum hósdagin, flotin hjá Atlantsflogi er sostatt minkaður niður í trý flogfør umframt tvær tyrlur. Talan er um trý Airbus A320 flogfør, har tvey av teimum eru av slagnum A320neo, sum eru tey mest orkusparandi av sínum slag.

Tyrlurnar eru av slagnum AW139.

Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24, eru útsett til 2027/28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin útleigaranum aftur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

10 Leygardagur 24. apríl 2021

Team Rynkeby heldur ikki til Paris í ár

Aftur í ár er tað korona, sum forðar súkklarunum í at fara av stað – Team Rynkeby Føroyar arbeiðir við einari aðrari loysn, har liðið fer at súkkla í Danmark í staðin

Mynd: Einar Vang
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ferðin til Paris hjá Team Rynkeby-súkklarunum varð í fjør avlýst vegna koronu, og so verður eisini í ár.

Í seinastu viku bleiv staðfest, at øll 59 liðini frá teimum átta londunum ikki við vissu náa at blíva koppsett áðrenn túrin til Paris. Frakland og Týskland eru hart rakt av triðju koronabylgjuni, og er hetta eisini ein av høvuðsorsøkunum, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.

51 súkklarar og 11 hjálparfólk skuldu fara við ferðalagnum úr Føroyum til París, men hendan ætlanin er sosatt broytt. Team Rynkeby Føroyar arbeiðir tí við einari aðrari loysn, sum ger, at liðið fer at súkkla í Danmark somu viku, sum túrurin til París skuldi verða.

Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til Paris hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

11 Leygardagur 24. apríl 2021

Loyndarmálið hjá Sarah Mahfoud

Í nýggjari sjónvarpsrøð, sum DR3 hevur gjørt um hálvføroysku Sarah Mahfoud, avdúkar IBF-heimsmeistarin millum annað, at hon hevur verið fyri sálarligum harðskapi

Mynd: Andreas Bro/DR
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

31 ára gamla Sarah Mahfoud, sum hevur føroyska mammu og sýriskan pápa, hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Í fjør vann hon heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt hjá IBF, og nú hevur DR3 framleitt eina sjónvarpssending um hana.

Í sendingini avdúkar hon eitt loyndarmál, sum hon í nógv ár ikki megnaði at fortelja nærmastu familjuni. Sarah Mahfoud hevur verið fyri sálarligum harðskapi.

– Eg havi skammað meg og kent, at tað gjørdi meg veika og sárbara. Í staðin royndi eg at vísa fólki eitt glansbílæt – at har var einki, sum kundi raka meg, sigur Sarah Mahfoud við DR.

– Eg varð hildin niðri. Eg skuldi ikki halda, at eg var ov góð, tað hevði eg ikki uppiborið. Eg fór illa við mær sjálvari í alt ov nógv ár, og lat onnur gera tað sama.

DR3-røðin um Sarah Mahfoud kann síggjast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

12 Leygardagur 24. apríl 2021

– Nógv halda tað vera provokerandi

Í samrøðu við DR greiðir Dania O. Tausen frá, at nógv halda tað vera provokerandi, at hon er við í filminum "Skál", men kortini hevur hon eisini fingið nógvar jaligar afturmeldingar

Dania O. Tausen (Mynd: DR/Cecilie Debell)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag verður føroyski heimildarfilmurin "Skál" frumsýndur á CPH:DOX filmsfestivalinum í Keypmannahavn.

"Skál" byggir á yrkingasavnið við sama navni hjá Daniu O. Tausen. Dania er høvuðspersónur í filminum, sum 23 ára Maria Tórgarð hevur gjørt saman við 33 ára gomlu Cecilie Debell úr Danmark.

"Skál" snýr seg um at finna seg sjálvan, at royna mørk og um at finna javnvágina millum tað, ein er vaksin upp við og heimin, ið møtir einum sum sungur í royndini at skapa sín egna samleika.

Dania kemur úr einum trúgvandi umhvørvi, og tá hon fellur fyri hiphop-listamanninum Trygva, eisini kallaður Silvurdrongur, kyndist ein ungdómsuppreistur, sum hon upplivir saman vinkonuni Marjuni.

Tað er ikki tí tær vilja burtur frá samkomuni – tær vilja bara hava loyvi til at vera seg sjálvar. Men hvussu heldur ein ta javnvágina? Og hvat siga tey í samkomuni, tá Dania gevur út eitt yrkingasavn, fult av uppreistri, ótta og frælsi?

– Fólk vita ikki rættiliga, hvussu tey skulu fara við mær. Tað er í øllum førum soleiðis eg kenni tað frá nógvum av teimum kristnu. Eg haldi bara, at tey skulu hava eitt sindur av tíð, sigur Dania O. Tausen í samrøðu við DR.

– Eg royni at práta við so nógv sum eg kann fyri at hoyra, hvat tey hugsa. Nógv uppliva tað sum provokerandi, at eg eri við í heimildarfilminum. Men eg havi eisini fingið nógvar jaligar afturmeldingar frá øllum møguligum, sum eg ikki kenni.

Dania greiðir frá, at nógv hava sagt við hana, at hon er djørv, og at tey kenna seg aftur í lýsing hennara av føroyska ungdómslívinum.

– Men tó vilja tey t.d. ikki deila nakað úr bókini á teirra Facebook-vanga, tí tað er kortini ov kontroversielt, sigur hon.

– Gjøgnum tíðina er nógv, sum eg ikki havi sagt fyri mínum foreldrum. Tað er jú ikki nakað serligt fyri meg sum trýgvandi menniskja, men tað er nokk styrkt av trúnni. Har er ein skomm í tær. Mann hoyrir bara um tað góða frá øllum, og hugsar so, at eingin annar hugsar líka sum tú, tá tað t.d. snýr seg um sex og onnur ting. So kann mann skjótt fyllast av skomm.

– Øll ivast vit, og tað haldi eg, at vit skulu hava loyvi til at gera, sigur hon at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

13 Leygardagur 24. apríl 2021

– Mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur

Komandi tvær vikurnar fáa Føroyar 10.400 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, og er málið framvegis at fáa øll koppsett áðrenn vit koma til endan av juni, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Komandi 14 dagarnar koma tilsamans 10.400 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til Føroya. 5.200 skamtar koma seinni í vikuni, og hin helvtin kemur í aðru viku.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, við Útvarpið mánadagin.

Málið er, at Føroyar eru liðug at koppseta øll yvir 16 ára aldur áðrenn síðst í juni mánað, men enn torir landsstýrismaðurin ikki at siga, um tað fer at eydnast at røkka hesum málinum.

– Eg haldi, vit skulu halda okkum til tað, so leingi sum vit ikki vita nakað annað, og eg haldi mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

14 Leygardagur 24. apríl 2021

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valt nýtt stýri fyri Bústaðir

Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, hevur valt nýtt stýri fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum. Hetta er ein av broytingunum, sum Løgtingið samtykti, tá løgtingslógin um húsalánsgrunnin varð broytt í farna mánaði.

Tey, sum eru vald í stýrið, eru hesi:

Una Joensen, Tórshavn

Emmy Joensen, Miðvágur

Tom Silvurdal, Vágur

Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík

Anna Maria Joensen, Klaksvík

Tilnevningin er galdandi frá 1. mai 2021, og sambært lógini verða á øðrum hvørjum ári tilnevndir ávikavist tríggir og tveir stýrislimir, fyrstu ferð 1. mai 2023. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni, skrivar Almannamálaráðið í tíðindaskrivi.

Stýrið hevur síðan skipað seg við Regini D. Hammer sum formannil.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

15 Leygardagur 24. apríl 2021

Varpa ljós á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti

Umhvørvisvikan í Havn verður í døgunum 1. til 8. mai, og tá verður varpað ljós á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa tær

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á Umhvørvisvikuni í Havn, sum í ár verður 1. til 8. mai, verður sjóneykan sett á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.

Vit skulu gerast betri til at minka um okkara burturkast við at brúka minni tilfeingi og endurnýta tað, vit hava. Eisini er umráðandi, at vit skilja burturkastið og harvið økja um endurvinningina.

Í ár verður ljós varpað á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa hesar. Tórshavnar kommuna ynskir saman við borgarum og vinnu at menna burturkastøkið, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Hvussu verða vit tilvitað um okkara nýtslu? Hvat er ein null-skrell lívsstílur? Hvat kunnu vit brúka fiskaavroð til? Kunnu vit minka um burturkast við kompost? Og hvussu kunnu vit skilja heima við hús? Hesir spurningarnar verða kannaðir í viku 18.

Tórshavnar kommuna leggur við Umhvørvisvikuni serligan dent á umhvørvið í eina viku. Hvørt ár verður eitt ávíst evni tikið upp, og undanfarin ár hava evnir sum eitt nú matoyðsl, klædnaendurnýtsla og plastdálking verið á breddanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

16 Leygardagur 24. apríl 2021

Jógvan Skorheim: Sjónarmiðini eru tey somu

Jógvan Skorheim hevur ikki verið limur í Sjálvstýri í tveir mánaðir, men kortini hevur hann tiki sæti í tinginum fyri Kristin Michelsen

23. februar boðaði Jógvan Skorheim frá, at hann legði frá sær sum formaður og tók seg úr Sjálvstýri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

23. februar legði Jógvan Skorheim frá sær sum formaður í Sjálvstýri, samstundis sum hann boðaði frá, at hann meldaði seg úr flokkinum, men hesa vikuna hevur hann kortini tikið sæti í løgtinginum fyri Sjálvstýri.

Orsøkin er, at einasti tingmaðurin í flokkinum, Kristin Michelsen, fór í farloyvi í eina viku, og er fyrrverandi formaðurin næstvaldur á listanum.

Jógvan Skorheim situr annars í býráðnum í Klaksvík sum uttanflokkamaður í løtuni.

Jógvan Skorheim heldur tað ikki vera løgið, at hann nú tekur sæti á tingi fyri tann flokkin, sum hann fyri tveimum mánaðum síðani meldaði seg úr.

Í samrøðu við Útvarpið segði hann, at hann roknaði seg sjálvan sum uttanflokkatingmann, men at sjónarmiðini framvegis eru tey somu.

– Eg umboði tey sjónarmiðini, sum eg havi havt, eisini til valið, og eg umboði tey sjónarmiðini, sum eg havi havt sum persónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

17 Leygardagur 24. apríl 2021

Steintóra skipað sum sóknarprestur

Er sett sum vikarur fyri Hera Joensen, sum er farin í farloyvi í eitt hálvt ár

(Mynd: Jens Kr. Vang / folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Undanfarna sunnudag var ungi guðfrøðingurin, Steintóra Gleðisheygg Joensen úr Vági, prestvígd av Føroya biskupi í dómkirkjuni í Havn.

Og sunnudagin varð hon so skipað sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara Prestagjaldi. Uni Næs, dómpróvstur, stóð fyri hesum á hátíðarligari gudstænastu í Vesturkirkjuni.

Steintóra Gleðisheygg Joensen er sett sum sóknarprestur fyri Hera Joensen, sum herfyri fekk farloyvi í eitt hálvt ár.

Steintóra Gleiðisheygg Joensen verður sóknarprestur í Vesturkirkjuni og hinum kirkjunum í Suðurstreymoyar vestara Prestagjaldi frá 15. apríl til 31. juli. 

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang / folkakirkjan.fo)

[object Object]
Frá vígsluni í Havnar kirkju. Steintóra Gleðisheygg Joensen saman við foreldrunum Erhard og Harriet Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang / folkakirkjan.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

18 Leygardagur 24. apríl 2021

Jón Vilhelm hevur starvast hjá Vágs kommunu í 25 ár

Farna hósdag var hátíðarhald í Vágs kommunu, har Jón Vilhelm fekk handað blómutyssi og gávu frá borgarstjóranum

Mynd: Vágs kommuna
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin 15. apríl var hátíðarhald í Vágs kommunu í sambandi við, at Jón Vilhelm hevði starvast í kommununi í samfull 25 ár.

Í samband við starvsdagin fekk Jón handað blómutyssi og gávu frá borgarstjóranum, Bjarna Johansen.

– Sigast má, at arbeiðið og grønufingrarnar hjá Jón síggjast aftur í býarmyndini. Seinastu mongu árini hevur Jón, saman við hinum arbeiðsmonnunum í kommununi, lagt nógva orku í at fríðka m.a. kirkjugarðin og minnisvarðan. Eisini standa nógvu grønuøkini og blómubeðini og prýða um í Vági, til gleði fyri vágbingar og vitjandi, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

19 Leygardagur 24. apríl 2021

Drotningin kemur til Føroya í summar

Løgmansskrivstovan hevur fingið boð um, at Margreta drotning kemur til Føroya í summar, og tí verður biðið um eykajáttan

Drotningin hevur ikki verið í Føroyum síðan 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í seinastu nýggjársrøðu sínari avdúkaði Margreta drotning, at hon ætlaði sær at vitja í Føroyum í summar, og nú hevur Løgmansskrivstovan fingið boð um, at drotningin kemur til Føroya.

Í nýggjársrøðu sínari 31. desember 2020 segði drotningin soleiðis:

- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hend síðani seinastu vitjan mína í 2016.

Løgmaður verður vertur fyri drotningavitjanini, og tí verður biðið um eykajáttan til Løgmansskrivstovuna. Talan er um 700.000 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

20 Leygardagur 24. apríl 2021

Kann enda galið í Skúgvi

Brot í lendingini í Skúgvi hevur nú vaksið seg so stórt, at vandi er fyri at fólkaskaði stendst av tí, sigur Brandur Sandoy, sum vil vita, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera nakað við hetta

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur í grein 52 fyrispurningi spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum um havnarlagi í Skúgvi, sum er í vánaligum standi.

Hann spyr um landsstýrismaðurin ætlar at bøta um havnarlagi í Skúgvi í summar. Slíkar umvælingar kunnu bara gerast í fagrasta veðri, og um einki verður gjørt í summar, má tað bíða eitt heilt ár.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Brandur Sandoy sigur í viðmerkingunum, at tað fyri nøkrum árum síðani byrjaði at brotna burtur av betongini á lendingini, og hetta brot hevur vaksið seg so stórt, at tað er vandi fyri at fólkaskaði stendst av hesum.

Fyri at fyribyrgja eini uppaftur størri umvæling, er tað av stórum týdningi, at lendingin verður umvæld í summar, heldur Brandur Sandoy.

Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at teir eru settir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

21 Leygardagur 24. apríl 2021

Articon skal gera tunlarnar Norður um Fjall

Landsverk og Articon hava undirskrivað sáttmála fyri verkætlanina tunlar norður um Fjall. Verklagslógin fyri teir báðar tunlarnar er 522 milliónir, og teir skulu verða lidnir í 2024

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon og Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin mánadagin var samkoma, tá Articon og Landsverk undirskrivaðu sáttmála til verkætlanina Tunlar norður um Fjall. 

Sum nakað serligt kann nevnast, at hetta er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður í einum á Landsverki, skrivar stovnurin á heimasíðuni.

Sáttmálin fyri henda partin av verkætlanini er áljóðandi 373.780.332 milliónir krónur, og tá er millum annað el-arbeiði ikki við. Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 milliónir krónur.

Eftir ætlan skulu tunlarnir norður um Fjall verða lidnir í 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

22 Leygardagur 24. apríl 2021

Sarah Vallin í fyribilsstarv sum landsdjóralækni

Birna Mørkøre er farin í farloyvi til 31. juli

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Til og við 31. juli er Birna Mørkøre, landsdjóralækni í farloyvi, og tí er Sarah Vallin fyribils sett sum landsdjóralækni í hesum tíðarskeiðnum.

Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

Bergljótt Ø. Midjord, løgfrøðingur er fyribils sett sum deildarleiðari fyri deildina hjá landsdjóralæknanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

23 Leygardagur 24. apríl 2021

Fiskikapping og fiskauppboðssøla í Hósvík

Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík skipa leygardagin 8. mai fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík

(Savnsmynd: Torkil Djurhuus)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 8. mai skipar Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík.

– Leingi hevur ikki verið ráðiligt at skipa fyri tiltøkum, men nú leggja vit frá landi og bjóða øllum áhugaðum til fiskikapping, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Møguleiki verður at fáa útflýggjað luttøkuskjøl og at leggja veiðuna upp bæði á Eiði og í Hósvík. Lagt verður frá landi klokkan 7.30 leygarmorgunin 8. mai, tá luttøkuskjøl verða útflýggjað. Allir bátar skulu vera aftur í landi – antin á Eiði ella í Hósvík – í seinasta lagi klokkan 17.

Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap, og av trygdarávum skulu í minsta lagi tvey fólk vera við hvørjum báti. Mint verður eisini á, at luttakarar eiga at hava neyðuga trygdarútgerðina umborð.

Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. luttakara er vinnari, og manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar og góðar vinningar, m.a. viðskiftakort frá Magn og gávukort frá RIB62.

Steyp verður eisini latið til tann, sum fær størsta fiskin eftir vekt. Allur fiskur skal vera blóðgaður og kruvdur. 

Tá veiðan er gjørd upp verður skipað fyri fiskauppboðssølu við Felagshúsið Grynnan á Bryggjuni í Hósvík, har møguleiki verður hjá øllum áhugaðum at bjóða upp á veiðuna, sum luttakararnir velja at lata til uppboðssøluna. Bæði heilur og flaktur fiskur verður seldur á uppboðssølu.

Tá bátarnir koma aftur og meðan fiskauppboðssølan verður, skipar Stuðulsfelagið fyri at kaffi og okkurt gott til góman verður til keyps í Felagshúsinum Grynnan. Steyp og vinningar verða handaði best fiskandi manningunum við felagshúsið klokkan 18.

Øll áhugað kunnu luttaka í fiskikappingini og í fiskauppboðssøluni á Bryggjuni í Hósvík, siga fyriskiparar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

24 Leygardagur 24. apríl 2021

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett á flaggdegnum

Sunnudag seinnapart heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður flaggdagsrøðu í Runavík, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri setur mentanarvikuna

Mynd: Visit Runavík
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu eisini sett.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og setir mentanarvikuna 2021. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna.

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri, upplýsir Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Her er skráin fyri mentanarvikuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

25 Leygardagur 24. apríl 2021

Nýggj verk hjá Tróndi Patursson í Glyvra kirkju

Framsýningin "Náttúrulýsingar" verður í Glyvra kirkju komandi vikuna – fernisering er seinnapartin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 24. apríl verður fernisering í Glyvra kirkju.

Framsýningin "Náttúrulýsingar" er myndað av nýggjum verkum, ið øll eru framleidd til høvið, nú mentanarvikan í Runavíkar kommunu stendur fyri durum.

Talan er um temperamálningar. Flestu verkini hjá Tróndi eita "Náttúrulýsingar". Tey snúgva seg um at umseta náttúruupplivingina, ella ta natúrulistisku lýsingina av náttúruni til ekspressiva abstraktión. Tey eru um óendaliga dýpi náttúrunnar, um stórleikan, megina og intensitetin.

Ferniseringin verður klokkan 16.30 í Glyvra kirkju, har Meinhard Bjartalíð bjóðar vælkomin. Kvinnukórið Silvitni framførir nøkur løg, og Tróndur Patursson hugleiðir um síni listaverk, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er í døgunum 25. apríl til 2. mai, og dyrnar eru opnar í Glyvra kirkju millum klokkan 16 og 18 allar dagar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

26 Leygardagur 24. apríl 2021

G!ógv: Stórt tónleikatiltak við Gjógv í mai

Konsertin við fleiri føroyskum nøvnum verður hildin uttan fyri Gjáargarð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

8. mai verður skipað fyri stórum tónleikatiltaki við Gjógv. G!ógv verður tiltakið kallað, og sum heitið vísir, so er G! Festivalurin ein leiklut, nevniliga sum fyriskipari av tónleikinum.

Annars er tað Gjáargarður, sum er stigtakari í samstarvi við G!Festivalin.

Á skránni verða Hallur Joensen, Marius Ziska, Robert McBirnie, Kim Hansen og føroyski balkan bólkurin Flytifólk.

Konsertirnar verða uttan fyri Gjáargarð, har høvið er at keypa okkurt til matna, ið eisini kann njótast í Roykstovuni. Á matstovuni á Gjáargarði verður bjóðað ein serlig matskrá til gistandi gestir. 

Uttandura konsertirnar enda á miðnátt, men veitslan heldur fram til klokkan 2, har Kim Hansen fer at undirhalda við tónleiki í roykstovuni á ovastu hædd á Gjáargarði.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

27 Leygardagur 24. apríl 2021

Skulu við til spennandi festival í Onglandi

Joe & The Shitboys, Greta Svabo Bech og Marius DC umboða Føroyar á The Great Escape festivalinum í Brighton

Greta Svabo Bech er ein av føroyingunum, sum verður við (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri fyrstu ferð síðan 2008 eru føroyskir tónleikarar við á árliga festivalinum, Artists at The Great Escape Festival, størsta tónleikapalli Bretlands, í Brighton í Onglandi. 

Festivalurin hevur valt Joe & The Shitboys, Gretu Svabo Bech og Marius DC. at umboða Føroyar í samstarvinum við FMX Faroe Music Export. 

Allir tónleikararnir, sum eru við, hava fyri kortum givið út tónleik í vinnuligum høpi á bretska marknaðinum í ár, og tiltakið veitir teimum ein stórfingnan pall til tess at sambinda bretska tónleikavinnu við teirra vinnuligu felagar har. 

- The Great Escape er festivalurin fyri nýggjan tónleik, ið ber tónleikarar úr øllum heiminum til bretska marknaðin. Tónleikavinnan leggur eisini upp fyri at uppdaga nýggj talentir. Samstundis virkar stevnan lið um lið við framførslurnar í panelum, høvuðsrøðum og víðfevndum netsamstarvi, sigur Fred Ruddick, leiðari í FMX í hesum sambandi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2021

28 Leygardagur 24. apríl 2021

Søguligt oljuskip eystan fyri Føroyar gevst við framleiðsluni

Framleiðslu- og goymsluskipið “Petrojarl Foinaven” verður skjótt lagt eftir trúgva tænastu í fjórðings øld

Oljuskipið "Petrojarl Foinaven" hevur í samfull 25 ár tikið ímóti oljuni frá oljukelduni Foinaven, sum liggur tætt við føroyska markið.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljuskipið “Petroljarl Foinaven” reisti ein varða, tá tað fór undir fyrstu oljuframleiðsluna vestan fyri Hetland fyri 25 árum síðani, og samtíðis birti uppundir áhugan fyri føroysku undirgrundini.  Ì næstu framtíð  verður hetta søguliga oljuskipið lagt vegna høga aldurin og trygdina.

[object Object]

Forsíðan í The Times varð ruddað fyri at geva pláss fyri fyrstu oljuútbyggingini á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar í 1997.

Bretska oljufelagið BP hevur nevniliga gjørt av at taka søguliga framleiðsluskipið Petrojarl Foinaven úr arbeiðinum á Foinaven oljukelduni eystan fyri føroyska markið, nú rivur eru funnar í skrokkinum, og tí verður skipið av trygdarávum lagt í komandi ári.

Stóð fyri allarfyrstu framleiðsluni á Atlantsmótinum
Petroljarl Foinaven fór sum tað fyrsta undir oljuframleiðslu vestan fyri Hetland í 1997. Hetta var bert 2-3 ár, eftir at myndugleikarnir høvdu givið útbygging grønt ljós og sjey ár, eftir at keldan varð funnin.

Henda fyrsta og harvið søguliga oljuframleiðsla byrjaði um  sama mundið sum altjóða oljufeløg av álvara gjørdu seg klár til at leita eftir olju og gassi í føroyska grannalagnum.  

[object Object]

Teistin varð fyrsta skipið, sum í 1991 uppdagaði forvitnisliga gestin, boripallin Ocean Alliance, tá hesin boraði eftir olju og gassi skamt frá føroyska markinum. Árið eftir sóu tey á brúnni á Smyrli gassloga á sama palli, sum var prógv um, at oljufelagið BP hevði gjørt eitt stórt oljufund í einum spildurnýggjum øki vestan fyri Hetland. Hetta var byrjanin til oljuævintýrið á Atlantsmótinum og eisini byrjanin til føroysku oljutilgongdina. 

Tey, sum hava fylgt við í føroysku oljusøguni, minnast stórtíðindini, tá manningin á brúnni á Smyrli  í rutusigling síni millum Føroyar og Skotland í 1992, fekk eygað á ein gassloga umborð á boripallinum “Ocean Alliance” og harvið vóru vitni til, at eitt stórt oljufund varð gjørt skamt frá føroyska markinum.

Foinaven oljukeldan var eisini ein høvuðusorsøkin til, at oljufeløg fingu eyguni upp fyri føroysku undirgrundini. Tað vakti nevniliga stóran ans í oljuheiminum, tá henda fyrsta oljukeldan á djúpum vatni á bretska landgrunninum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar varð funnin. Hon varð í veruleikanum skumpið, sum skuldi til fyri at fara undir oljuframleiðslu vestan fyri Hetland, eisini nevnt Atlantsmótið og sum setti gongd á eina miðvísa oljuleiting í øllum hesum nýggja og stóra økinum fyri vestan. Frammanundan varð olja og gass avmarkað til Norðsjógvin. Nú gekk leiðin longur vestur í hav út á djúpt vatn og brádligu komu Føroyar undir sjóneykuna.  Nú keldan lá so tætt upp at føroyska markinum, varð tað hildið sannlíkt, at tað fór at bera til at finna Foinaven líknandi oljukeldur føroysku megin markið eisini. Ta søguna skulu vit lata liggja her. Í dag er økið nærhendis Foinaven eitt tað mest lovandi olju- og gassøkið í Bretlandi. Og gongdin seinastu árini hevur hevur prógvað, at olja og gass í stórum nøgdum finnast framvið føroyska markinum.

[object Object]

200 mió. tunnur av olju í undirgrundini
BP sigur í eini viðmerking, at felagið nú fer at hyggja at øðrum møguleikum fyri at kunna halda fram við framleiðsluni, nú Petrojarl Foinaven í næsta ár setir kósina móti landi aftur. Mett verður at 200 mió. tunnur av olju framvegis eru í goymslunum í undirgrundini. Higartil eru framleiddar 390 mió. tunnur úr kelduni.

Høvuðsorsøkin til at oljuskipið skjótt verður tikið úr framleiðsluni er trygdin og aldurin á skipinum. Tað kann eftir øllum at døma ikki loysa seg at umvæla skipið, nú kanningar vísa rivur í skrokkinum. Tá hugsað verður um balduta veðrið vestan fyri Hetland er als eingin ivi um, at tíðin er komin til at leggja skipið. Annars hevur møguleikin fyri at umvæla og halda áfram við skipinum fram til 2025 verið umrøddur.  Tann ætlanin er tó slept, nú BP nú um dagarnar hevur tikið endaligu avgerðina um at taka skipið úr framleiðsluni í 2022. Umborð arbeiða 90 fólk. Aftrat hesum koma so mong onnur, sum starvast á landi.

[object Object]

Eftir Foinaven komu fleiri aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum so sum Schiehallion, Clair og  Clair Ridge, sum tilsamans standa fyri størsta partinum av kolvetnisframleiðsluni á bretska landgrunninum. 

Foinaven byrjanin til oljuævintýrið vestan fyri Hetland
BP stjórin fyri Norðsjógvin, Emeka Emembolu, sigur, at Petrojarl Foinaven hevur verið eitt ikon í oljuhøpi og ein varði fyri troytan av oljuni á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Foinaven oljufeltið, sum ikki minst varð tað, sum setti vónir til oljufund í føroysku undirgrundini, var byrjanin til oljuævintýrið vestan fyri Hetland. Eftir tað komu oljukeldurnar Schiehallion og Clair, sum í dag eru mest týðandi framleiðslurnar á bretska landgrunninum.

Tað er enn óvist, hvat fer at henda við Foinaven oljukelduni, tá Petrojarl Foinaven setir kós móti  landi aftur í næsta ár, antin tað so verður ein onnur FSPO loysn ella ein heilt onnur loysn. Í undirgrundini tætt við føroyska markið liggja so einar 200 mió. tunnur og bíða.

[object Object]

Framleiðslu- og goymsluskipið, FPSO, saman við øllum útbúnaðinum á havbotninum, sum hevur tryggjað støðuga oljuframleiðslu á Foinaven kelduni í 25 ár higartil. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

29 Leygardagur 24. apríl 2021

EMA: Blóðtøppar og Johnson & Johnson koppsetingin hanga møguliga saman

Evropeiski heilivágsstovnurin metir tó, eins og við Astra Zeneca koppsetingini, at fyrimunurin at taka koppsetingina er størri, enn vansin er. Átta tilburðir hava verið hjá fólki, sum hava lágt tal av blóðplátum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) hevur sett sama frámerki á Johnson & Johnson koppsetingina sum á Astra Zeneca koppsetingini: At hon kann hava við sær, at ein fær blóðtøpp. Hetta verður bygt á, hvat er hent í USA, har Johnson & Johnson-koppsetingin hevur verið nógv nýtt. Hon skuldi eisini koma til Evropa.

Eins og við Astra Zeneca metir EMA tó, at fyrimunurin við at verða koppsettur við amerikansku koppsetingini er størri enn vansin. Hetta er tí, at talan er um heilt fáar tilburðir, ið hanga saman við einum lágum tali av blóðplátum. 

Hetta verður nú frámerkt sum eitt hjárin, ið sjálvdan kemur fyri. Átta tilburðir hava verið í USA, harav er ein deyður av blóðtøppinum, og sjey milliónir hava fingið koppsetingina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

30 Leygardagur 24. apríl 2021

Løgreglumaður funnin sekur í at hava dripið George Floyd

45 ára gamli Derek Chauvin kann vænta sær upp í 40 ára fongsul, eftir at hann týskvøldið varð funnin sekur í øllum ákærum

Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum ákærum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týskvøldið fall dómurin í nógv umrødda George Floyd-málinum. Fyrrverandi løgreglumaðurin, Derek Chauvin er funnin sekur í at hava dripið litta amerikanska mannin George Floyd undir einari handtøku í Minneapolis 25. mai í fjør.

Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum punktum í ákæruritinum, tað mest álvarsama snýr seg um dráp. Nú kann hann vænta sær upp í 40 ára fongsulsrevsing. Revsingin verður kunngjørd um uml. tveir mánaðir.

Stórur fagnaður var uttanfyri rættarbygningin, tá dómurin varð sagdur. Hundraðtals fólk høvdu savnast uttanfyri gjøgnum dagin. Derek Chauvin varð leiddur úr bygninginum í hondjørnum.

Tað tók teimum 12 nevningunum góðar tíggju tímar at semjast um eina avgerð í málinum, skrivar Ritzau.

45 ára gamli Derek Chauvin hevur undir allari rættarviðgerðini noktað seg sekan í øllum ákærum. Hann varð skuldsettur fyri manndráp í fjør, eftir hann hevði trýst knæið móti hálsinum á George Floyd í yvir níggju minuttir undir einari handtøku.

Orsøkin til handtøkuna var, eitt handilsfólk hevði meldað George Floyd fyri at hava goldið fyri vørur við einum falskum 20-dollaraseðli.

Undir handtøkuni segði 46 ára gamli George Floyd ferð eftir ferð, at hann ikki fekk andað, áðrenn hann seinni misti vitið. Hendingin varð tikin upp á video, og upptøkurnar ferðaðust um allan heimin.

Hetta elvdi til stór mótmæli í USA og seinni eisini restina av heiminum móti løgregluharðskapi og rasismu. Eitt mótmælistiltak móti rasismu varð eisini hildið í Havn.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður dómurin í George Floyd-málinum mettur sum ein mílasteinur í amerikanskari søgu, av tí at løgreglufólk ofta eru vorðin fríkend fyri løgregluharðskap móti littum amerikanarum.

Trý onnur løgreglufólk eru eisini skuldsett í málinum. Rættarviðgerðin av hesum málinum heldur fram til august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

31 Leygardagur 24. apríl 2021

– Eitt stig á røttu leiðini

Dómurin, sum varð sagdur í George Floyd-málinum í gjárkvøldið sendi eitt greitt signal, men enn er tørvur á broytingum, segði amerikanski forsetin, Joe Biden

Joe Biden talaði fyri amerikanarum týskvøldið, eftir at dómurin hjá Derek Chauvin varð sagdur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

At fyrrverandi løgreglumaðurin, Derek Chauvin er funnin sekur í at hava dripið George Floyd er eitt stig á røttu leiðini.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, tá hann týskvøldið helt røðu fyri amerikonsku tjóðini, eftir at dómurin varð sagdur í rættinum.

Samstundis undirstrikaði hann, at ein slíkur dómur er alt ov sjáldsamur í einum landi, sum er so nógv plágað av rasismu í samfelagnum.

– Hetta kann gerast eitt stórt stig frameftir í jagstranini eftir rættvísi í USA, segði amerikanski forsetin sambært fleiri tíðindastovum.

Joe Biden heitti eisini í hesum sambandi á amerikanarar um at standa saman.

– Tíðin er komin fyri tjóð okkara at standa saman sum amerikanarar, segði hann.

Biden legði afturat, at hóast dómurin hjá Derek Chauvin sendi eitt greitt signal, er framvegis tørvur á broytingum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

32 Leygardagur 24. apríl 2021

Søgulig løta: Lítla tyrlan fleyg á Mars

Mánadagin eydnaðist fyrsta royndarflúgving við lítlu tyrluni Ingenuity

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski rúmdarstovnurin, Nasa, kundi mánadagin boða frá, at tað var eydnast at flúgva eina løtu við lítlu tyrluni Ingenuity á Mars.

Hetta var ein søgulig hending, tí hetta var fyrstu ferð, at menniskjað sendi eitt far á flog á eini aðrari gongustjørnu.

Lítla tyrlan lyfti seg tríggjar metrar upp áðrenn hon lendi aftur. Flogferðin tók 39 sekund.

Ingenuity sendi eina mynd frá flogtúrinum, sum vísti skuggan av tyrluni á marsskorpuni.

[object Object]
Mynd tikin úr tyrluni av skugganum á marsskorpuni

- Vit kunnu nú siga, at menniskjað hevur flogið eina tyrlu á eini aðrari gongustjørnu, segði høvuðsverkfrøðingurin á verkætlanini Mimi Aung ovurfegin.

Hon sammetti hendingina við hendingina hjá Wright-brøðrunum, Orville og Wilbur, sum flugu á fyrsta sinni á jørðini í 1903.

Eitt evarska lítið petti av dúki frá flogfarinum hjá Wright-brøðrunum, Kitty Hawk, var fest á Ingenuity.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

33 Leygardagur 24. apríl 2021

SpaceX skal senda fólk á Mánan

Nasa hevur valt fyritøkuna hjá Elon Musk at byggja eitt rúmdarfar, sum skal senda amerikanarar aftur á Mánan í 2024

Mynd: SpaceX
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanska rúmdarferðafyrisiting, Nasa, hevur valt privatu fyritøkuna SpaceX til at byggja eitt rúmdarfar, sum skal flyta amerikanarar aftur á Mánan.

Eftir ætlan skulu næstu rúmdarfararnir til Mánan longu í 2024. Seinast eitt fólk var á Mánanum var í 1972.

Tað er Tesla-milliardingurin Elon Musk, sum eigur SpaceX. Hann kappaðist við fyritøkuna Blue Origin hjá Amazon-stovnaranum Jeff Bezos, og hernaðarútvegaran Dynetics um at fáa avtaluna til 2,9 mia. dollarar. Tað svarar til 18 mia. í okkara krónum, skrivar Ritzau.

Tað var í 2020, at SpaceX gjørdist fyrsta privata fyritøkan at senda eina manning til Altjóða Rúmdarstøðina (ISS) og fáa hana trygt heim aftur. Tað var í rúmdarhylkinum "Dragon".

SpaceX hevur skotið upp at brúka teirra rúmdarfar "Starship" til komandi ferðina til Mánan. Talan er um eitt far, sum í løtuni verður ment við tí endamáli at senda rúmdarfararar umframt eina last á 100 tons á ferðir til Mánan í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

34 Leygardagur 24. apríl 2021

Søguligur kommunistafundur í Kuba

Castro-brøðurnir stýra ikki longur landinum – nýggi ovastin er tann fyrsti, sum heldur ikki er hernaðarleiðari

Nýggi og fráfarandi floksskrivarin í kommunistaflokkinum, Miguel Diaz-Canel og Raul Castro (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kommunistaflokkurin í Kuba hevur endað fýra daga langa floksfundin, og nýggjur floksleiðari er funnin. Sum væntað fall valið á 60 ára gamla Miguel Díaz-Canel.

Floksfundurin gjørdist søguligur, tí harvið endaði eisini tíðarskeiðið við Castro á odda fyri oyggjaríkinum.

Díaz-Canel hevur longu verið landsins forseti síðan 2018, men fær nú eisini mætasta sessin í Kuba, nevniliga sum fyrstiskrivari í kommunistaflokkinum, PCC.

Miguel Díaz-Canel gerst sostatt eisini fyrsti leiðari í Kuba, sum ikki er hernaðarleiðari.

Við avgerðini hjá 89 ára gamla Raúl Castro um at fara frá, endaði eisini tíðarskeiðið, sum byrjaði í 1959 tá beiggin, uppreistrarleiðarin Fidel Castro tók valdið. Tá Fidel Castro doyði í 2016, tók bróðurin, Raúl Castro við.

Eisini tveir aðrir persónar frá kollveltingartíðarskeiðinum hava tikið seg aftur, nevniliga 90 ára gamli José Ramón Machado Ventura, nummar tvey í flokkinum, og 88 ára gamli kommandørurin, Ramiro Valdés.

Men hóast yngri kreftir nú hava tikið yvir, skal ikki roknast við stórum broytingum í politikkinum.

Tað er fyrst av øllum búskapurin, sum leggur trýst á politikararnar í Kuba. Kubanski búskapurin fall við 11 prosentum í fjør, og tað er størsta niðurgongdin síðan 1993.

Amerikansk revsitiltøk hava leingi plágað kubanska samfelagið og hartil kemur koronafarsóttin sum ein nýggj hóttan. Methøg inflasjón, trot á neyðugum vørum, langar bíðirøðir eftir neyðsynjarvørum og stór misnøgd yvir avmarkaða frælsið eru nakrar av avbjóðingunum hjá nýggja kubanska leiðaranum.

Viðurskiftini við USA versnaðu undir Donald Trump forseta, og vónirnar eru nú um at fáa í lag betri viðurskifti, nú Joe Biden hevur tikið yvir, tí hann í valstríðnum lovaði at linka um revsitiltøkini móti Kuba. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

35 Leygardagur 24. apríl 2021

Navalnyj fluttur á sjúkrahús uttanfyri fongslið

Heilsan hjá russiska andstøðupolitikaranum er so vánalig, at hann er í vanda fyri at doyggja, heldur læknin hjá Navalnyj, sum saman við øðrum læknum hevur heitt á Navalnyj um at byrja at eta aftur

Aleksej Navalnyj fór í hungursverkfall 31. mars, og læknar heita nú á hann um at byrja at eta aftur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Russiski andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj, sum herfyri varð innlagdur á sjúkrahúsi hjá fongsulsleguni eystanfyri Moskva, er nú fluttur á annað sjúkrahús uttanfyri fongslið, upplýsir starvsfelagi hansara, Leonid Volkov.

44 ára gamli Navalnyj verður nú kannaður á einum sjúkrahúsi í býnum Vladimir eystan fyri Moskva.

Navalnyj, sum var nær við at doyggja í fjør, eftir at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, varð í februar dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing.

Í farna mánaði gramdi hann seg um álvarsama ryggpínu og kensluloysi í ørmum og beinum. Eftir hann ikki fekk ta læknahjálpina, hann ynskti, fór hann í hungursverkfall 31. mars.

Sambært læknanum hjá Navalnyj er heilsa hansara so vánalig, orsakað av hungursverkfallinum og helst eisini eitranini í fjør, at hann er í vanda fyri at doyggja, skrivar Ritzau.

Í einum brævi, sum er endurgivið í russiskum miðlum, hava fleiri óheftir læknar umframt læknin hjá Navalnyj, heitt á andstøðupolitikaran um at steðga sítt hungursverkfall.

Mikudagin varð eisini skipað fyri mótmælistiltøkum um alt Russland, har túsundatals fólk luttóku. Mótmælisfólkini kravdu, at Navalnyj slapp at verða kannaður av einum óheftum lækna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

36 Leygardagur 24. apríl 2021

Óttin fyri veðurlagnum skal byggja brýr millum heimsins lond

Hetta kemur serstakliga til sjóndar millum USA og Kina, sum dálka mest. Londini eru samd um at seta sær høg mál. Spurningurin er, um til ber at halda lyftini.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

-Tað verður dýrari fyri hvønn dag taka vit ikki taka stig á grønu leiðini. USA bíðar ikki, segði Joe Biden, forseti í USA, tá hann í morgun setti veðurlagsfund, har umboð fyri 40 lond luttóku at umrøða veðurlagstøðuna í heiminum.

Høvuðsboðskapur hansara var at kunngera, at USA fer at binda seg til at minka um CO2 útlátið við 50% innan 2030, samanborið við útlátið í 2005. Hann segði seg vóna, at Kina og aðrar stórar útlátstjóðir fóru at fylgja USA. Japan hevur longu sagt frá, at tað fer at minka útlátið við 46% í 2030, samanborið við støðið í 2013. Kanada vil skerja útlatið við 45% innan 2030. Bretland er tó tað landið, sum enn hevur sett sær hægstu málini við at lova, at tað fer at minka um útlátið við 78% í 2035 sammett við støðið í 1990.

Onnur lond so sum Kina, sum saman við USA standa fyri størsta útlátinum av øllum heimsins londum, vil eisini gera sítt til at minka um útlátið. Kina hevur longu sagt frá, at tað vil vera CO2 neutralt í 2060. ES hevur sagt, at tað vil minka útlátið við 55% í 2030. Danmark vil minka um útlátið við 70% í 2030, Rusland vil minka um útlátið á einum hægri støði enn ES osfr. Hetta eru nøkur av lyftunum ella útmeldingunum eftir, at Joe Biden í morgun lat upp fyri nýggjum veðurlagsfundi.

Stóra broytingin á fundinum í dag var tann, at mong lond nú ikki tosa um 2050 men um 2030, tá talan er um at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið. 

Óttin fyri veðurlagnum skal byggja brýr millum heimsins lond. Hetta kemur serstakliga til sjóndar millum USA og Kina, sum dálka mest. Londini eru samd um at seta sær høg mál. Spurningurin er, um til ber at halda lyftini.

Flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at tiltakið hjá Biden er týdningarmikið, men mong seta eisini spurnartekin við mongu lovorðini, nú mong lond hava ilt við at halda tað tey lova.

Lyfti og sáttmálar eru ikki nóg mikið til at forða fyri veðurlagsbroytingunum verður sagt.

Biden ynskir, at lond sum USA og Kina kunnu draga eina og somu línu, tí einki land einsamalt megnar at forða fyri veðurlagsbroytingum. Her mugu lond kenna felags ábyrgd og stuðla hvør øðrum.  

Hóast USA nú leggur seg á odda í veðurlagsstríðnum, so eru tað fleiri, sum ivast í, um USA veruliga fer at gera álvara av sínum lyftum, tí royndirnar eru ikki góðar í so máta. Serstakliga aftaná fýra ár við Donald Trump, sum tók USA úr París-sáttmálanum. Støðan í USA yvir fleiri forsetavalskeið er tann, at skiftandi forsetar halda eina sonevnda “zigzag” kós. Clinton gekk inn fyri grønu kósini. Bush vendi henni bakið. Obama tók hana til sín aftur, men Trump vísti henni frá sær. Seinast hevur so Biden pliktað seg til grønu leiðina, og tað var fundurin í dag dømi um.

Men spurningurin er so, um hann megnar at fáa týðandi grønar avgerðir ígjøgnum í kongressini. Hann kann bert í avmarkaðan mun fremja alt tað grøna skiftið. Kortini eru tað alsamt fleiri amerikanskir býir og statir eins og stórfyritøkur, sum vilja ganga somu leiðina sum Biden í Hvítu húsunum.

Hóast mong fegnast um nýggju amerikonsku støðuna, so bera mong ótta fyri, at støðan broytist aftur við einum møguligum komandi republikanskum forseta. Men fyri øll tey, sum ynskja gongd á grønu leiðina kemur tað sera væl við, at USA nú aftur vil átaka sær leiðandi leiklutin.

Júst nú hava USA og Kina havt samráðngar um grønu kósina og siga londini seg vera samd um, at nakað ítøkiligt má gerast fyri at steðga útlátinum. Kina hevur so sagt seg vilja vera CO2 neutralt í 2060, men tað eru mongu ár fram til 2060, so eisini her verða spurnartekin sett. Eitt stórt ivamál er eisini, hvussu tey einstøku londini rokna seg fram til skerjingar av útlátinum.

Kinverski forsetin hevur lovað at minka um kolanýtsluna, sum er tann stóra hóttanin móti verðurlagnum, hóast tað síggja vit,  at nýggj kolaorkuverk verða bygd í Kina. Eygleiðarar vilja tó vera við, at Kina roynir at minka um kolaverkini, men at tað tekur tíð. Hetta hevur eydnast í stórbýnum á eysturstrondini, men verri gongst inni á hálendingum, har fólk og fyritøkur hava ringt við at vera kolaorkuna fyriuttan.

Hinvegin hevur Kina gjørt nógv burtur úr at gera íløgur í varandi orkukeldur.

Kina er í dag tað landið, sum útleiðir mest CO2. Men uppá íbúgvan liggur USA klárt á odda. Tí er greitt, at Biden er tvingaður til at gera sítt til fyri at halda lyftini, um hann skal hava nakra vón um at fáa Kina og onnur lond at fylgja við.

Danmark er so eisini millum tey 40 londini, sum eru við á veðurlagsfundinum. Danski forsætisráðharrin skal halda røðu í morgin. Danmark telist hóast sína avmarkaðu stødd millum tey londini, sum ganga á odda á grønu leiðini, ikki minst tá talan er um at menna grøna tøkni og lata umheiminum hesa so sum vindmyllur.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2021

37 Leygardagur 24. apríl 2021

Giftust við Fagradalsfjall

Íslendska parið Sumarliði og Jón máttu í fjør útseta brúdleyp teirra orsakað av koronu, men tá tilboðið kom um at hava vígsluna við Fagradalsfjall tóku teir av

(Mynd: Styrmir & Heiddis Photography/The Observer)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðan tað byrjaði at goysa á Reykjanesi fyri einum mánað síðani, hava eini 45.000 fólk leitað sær til økið við Fagradalsfjall at hyggja, og millum teirra vóru teir báðir Summarliði og Jón, sum høvdu eina heilt serliga orsøk til at vitja staðið.

Teir gjørdust trúlovaðir í 2017, og ætlaðu at giftast í september í fjør, men orsakað av koronu bleiv tað av ongum. Tá tilboðið kom um at hava vígsluna við Fagradalsfjall, avgjørdu teir báðir at taka av, og úrslitið var ein serstøk vígsla frammanfyri gosinum.

– Tað var perfekt, ein ógloymandi dagur, sigur Sumarliði við bretska The Observer.

– Vit kundi ikki bjóða nøkrum við til vígsluna, og vit søgdu einki við nakran fyrr enn dagin eftir. Alt var sum ein dreymur.

Birna Hrönn Björnsdóttir, stjóri í Pink Iceland, ein fyritøka, sum leggur brúdleyp og ferðir til rættis, og sum eisini stóð fyri brúdleypinum hjá Sumarliða og Jón, sigur, at seinasta árið hevur verið torført fyri fyritøkuna, og at vónin er kunna leggja fleiri vígslur til rættis við Fagradalsfjall í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

38 Leygardagur 24. apríl 2021

StÍF er føroyameistari

Kvinnurnar hjá StÍF hava júst tryggjað sær sítt fyrsta FM-heitið nakrantíð. Tað gjørdu tær við ógvuliga sannførandi sigri í stúgvandi fullu og larmandi høllini á Skála

StÍF fór frá Neistanum fyri stegðin og hugdi ongantíð aftur. Munurin við seinasta bríksl var tíggju mál (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

21. apríl 2021 fer allarhelst altíð standa fast í minninum hjá nógvum, ið eru av vestara armi á Skálafjørðinum. Undan fjórðu FM-finaluni millum StÍF og Neistan í kvøld høvdu kvinnurnar hjá StÍF ongantíð áður vunnið føroyameistaraheitið, men eftir 30-20 sigurin á Neistanum er hetta broytt

Lagt varð út í einari øðiligari leikferð, og nógv mál vóru skotin fyrstu tjúgu minuttirnar, har tað leikaði javnt á. Men so stongdi StÍF. Liðið helt á at skora, og verjan stóð ógvuliga væl næsta hálva tíman, har tær í bláum tyktust ráðaleysar, tí tá tær komu til skot, var ta so at siga ógjørligt at fáa bóltin framvið Momoko Nakamura, sum hevði nógvar stórbjargingar.

Fá mál vóru fyrra helmingin av 2. hálvleiki, men tað hóvaði ikki StÍF illa, hóast Margit Weihe helt Neistanum inni í dystinum. Tá tær á heimaliðnum byrjaðu at skora aftur, tyktist als eingin ivi vera um, at tær í hvítum og reyðum fóru at gerast føroyameistarar. Nógv av málunum hjá hemaliðnum vóru heilt góð, og tá Neistin fór longur upp at verja gjørdust plássið størri hjá skjótu stranda- og skálakvinnunum. Lív Poulsen, ið kom til felagið í februar, gjørdist toppskjútti við níggju málum

Seinastu løtuna byrjaðu teir ógvuliga mongu og ógvuliga larmandi heimaáskoðararnir at halda FM-veitslu og at syngja "Vit eru føroyameistarar", og tá klokkan vísti 60.00 var tað ein sannroynd, at hetta StÍF-liðið, undir leiðslu av Jón Rasmussen, hevur skrivað søgu. StÍF endaði á fjórða plássi í grundspælinum, vann síðani báðar hálvfinalurnar á H71 og vann 3-1 í finalunum - tvær tær seinastu við samanlagt 17 málum.

Fjórða FM-finalan í SMS-deildini
StÍF - Neistin 30-20 (16-11)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

39 Leygardagur 24. apríl 2021

StÍF skúgvaði allan iva til viks

Strandakvinnur vunnu triðja finaludystin

Myndin er frá tá StÍF vann fyrstu FM-finaluna (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

StÍF var nógv tað betra liðið í Høllini á Hálsi seinasta leygarkvøld, tá triðja FM-finalan hjá kvinnum varð leikt. Undan dystinum stóð á jøvnum, men við 27-20 sigri, vóru strandakvinnur bara ein dyst frá føroyameistaraheitinum.

Útiliðið legði seg á odda beinanvegin í dystinum, og vóru á odda við seks málum og onkuntíð fleiri í onkrum støðum. Haruka Gima var við aftur, og tað sást eisini aftur í StÍF-spælinum.

Neistin - StÍF 20-27 (9-13)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

40 Leygardagur 24. apríl 2021

Vestmenningar koppaðu H71 av trónuni

VÍF rann av álvara frá H71, ið annars hevði havt eina lítla yvirvág, í 2. hálvleiki í Hoyvík. Harvið eru menninir hjá VÍF føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðani 2016. Hetta er FM nummar 24 hjá vestmenningum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2016 gjørdist VÍF føroyameistari. Síðani hevur bert eitt felag vunnið FM hjá monnum, og tað er H71. Mikukvøldið høvdu vestmenningar møguleikan at tryggja sær føroyameistaraheitið í Hoyvík, har fjórða finalan varð leikt - og VÍF tók av.

Tað leikaði ógvuliga javnt á í 1. hálvleiki, har liðini so at siga skiftust um at skora. Tað var tó H71, ið oftast var á odda, og tað var eisini +1 til heimaliðið í steðginum. Ari Dam kom inn og stóð væl, og Sjúrður Olsen var úti við reyðum korti, sum hann fekk beint fyri steðgin, og hoyvíkingar tóku eina tvey máls leiðslu tíðliga í 2. hálvleiki. Men frá 17-15 fór tað til 17-22, og so var eingin vegur aftur hjá H71. Skotini hjá Filipi Jojic, Halluri Árasyni og hinum sótu bara, og í hinum endanum høvdu hoyvíkingar trupult við at skora. Mladen tók sítt, men so vóru eisini fleiri skot, ið bara ikki raktu málið. 

Dystarmyndin líktist eitt sindur, henni frá leygardegnum og tað gjørdist ongantíð heilt tætt aftur. Teir á útiliðnum vóru sera hugsavnaðir og kyniskir, og ímóti endanum, og serliga eftir seinasta bríksl, kundu teir mongu áskoðarnir, sum vóru í gulum og bláum, stórfegnast. Áskoðarnir settu veruliga dám á aftur í kvøld, og tað verður allarhelst ein sera góður túrur aftur til Vestmanna. 

H71 megnaði harvið ikki at vinna greipuna og halda fast í FM. VÍF vann 3-1 í finalum og við tíggju málum í kvøld - eins og kvinnurnar hjá StÍF gjørdu fyri løtu síðani.

Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
21.apríl í Hoyvíkshøllini
H71 - VÍF 24-34 (14-13)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

41 Leygardagur 24. apríl 2021

VÍF vann triðju finaluna

Í ganginum í Vestmanna vann heimaliðið triðju finaluna seinasta leygardag millum VÍF og H71 við úrslitinum 28-26. Javnt var gjøgnum allan dystin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fegnir vestmenningar aftaná triðju FM-finaluna hjá monnum í Ítróttarhøllini í Vestmanna seinasta leygardag. VÍF vann finaluna 28-26 móti H71.

Hetta var triðja finalan, og støðan var nú 2-1. VÍF skal nú bara vinna eina finalu afturat fyri at tryggja sær meistaraheitið, meðan brekkan er eitt sindur tyngri hjá H71, nú teir skulu vinna tvær finalur.

Dysturin leygardagin var líkur dystinum mikukvøldinum fyri, tá liðini máttu út í longda leiktíð. Liðini vóru jøvn og skoraðu bæði nógv mál. Støðan í hálvleikinum var 17-15 til hoyvíkingar, sum vóru eitt vet betri í fyrra hálvleiki.

VÍF kom betri út til seinna hálvleik, meðan tað ikki riggaði líka væl hjá H71. Tá nakrir minuttir vóru eftir komu vestmenningar á odda við tveimum málum. H71 megnaði ikki at koma afturíaftur, og VÍF vann dystin við tveimum málum 28-26.

Sostatt høvdu vestmenningar møguleika fyri at avgera alt mikudagin, tá fjórða FM-finalan varð spæld í Hoyvíkshøllini. Hinvegin kundu hoyvíkingar halda lív í FM-vónini við at vinna mikudagin.

VÍF - H71 28-26 (15-17)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

42 Leygardagur 24. apríl 2021

Kjartan flytir til svenskan hondbólt

Landsliðsspælarin av Strondum, Kjartan Johansen, hevur skrivað sáttmála við Önnereds HK

Kjartan Johansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kjartan Johansen, landsliðsspælari í hondbólti, skiftir frá norskum til svenskan hondbólt. Næsta kappingarár umboðar hann Önnereds HK í bestu svensku hondbóltskappingini.

Tað skrivaði svenska hondbóltstíðindasíðan handbollkanalen í vikuni. 

- Tá eg fekk fyrispurningin frá Önnered, kendi eg á mær, at mær tørvaði nýggjar avbjóðingar fyri at koma víðari við mínum hondbóltsspæli. Eg vóni, at eg framhaldandi kann menna meg sum hondbóltsspælari og hjálpa felagnum í kappingini, sigur Kjartan Johansen við heimasíðuna.

Kjartan Johansen er 25 ára gamal og hevur seinastu árini spælt við Viking Stavanger í norsku kappingini.

- Við Kjartani hava vit funnið eitt spennandi navn sum eisini er etableraður spælari í bestu norsku deildini og eisini landssliðsspælari fyri Føroyar, sum í løtuni kappast við Russland, Ukreina og Kekkia, sigur stjórin í svenska felagnum, Johan Sylwan. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2021

43 Leygardagur 24. apríl 2021

Tróndur Mikkelsen til Viking Stavanger

Hóast Kjartan Johansen flytur til svenskan hondbólt, vera framvegis tríggir føroyingar í norska felagnum

Tróndur Mikkelsen í dysti fyri Neistan (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Áðrenn tíðindini eru sodnað um, at Kjartan Johansen skiftir úr norskum til svenskan hondbólt, boðaði norska felagið Viking Stavanger frá, at Helgi Hoydal og Jónas Djurhuus fáa ein nýggjan liðfelaga.

Tað er 20 ára gamli fyrrverandi Neistaspælarin og nú eisini landsliðsspælarin, Tróndur Mikkelsen, sum flytur frá SUS Nyborg í næstbestu donsku deildini til Viking Stavanger í bestu norsku deildini.

Viking sær stórar møguleikar í unga føroyinginum, sum skjótt fyllir 21 ár. Hann hevur í verandi kappingarári skotið 81 mál í 25 dystum fyri SUS Nyborg, og serliga eftir jólastøðgin hevur gingið sera væl hjá honum, skrivar Viking Stavanger á heimasíðuni. 

Venjari hjá Viking er Scott Harrington, ið fyrr hevur roynt seg í føroyskum hondbólti, og hann kennir Trónd frá síni tíð um venjari herheima.

Tróndur Mikkelsen hevur tí verið á ynskilistanum leingi. Scott Harrington sigur soleiðis um Trónd:

- Hann er ein ungur spennandi spælari, sum kann spæla á teimum plássum, sum vit nú missa, líka mikið um framtíðin verður í bestu ella næstbestu deildini. Hann er ein spælari, ið hóskar væl til okkum, og eg trúgvi, at hann kann menna seg nógv her.

Tróndur hevur gjørt tvey ára sáttmála við norska felagið, og flytir til Stavanger í summar.

Sjálvur sigur Tróndur m.a. soleiðis um avgerðina at koma til Viking:

- Eg havi valt Stavanger, tí er havi hoyrt nógv gott um felagið. Viking virkar sum eitt stað við góðum umstøðum, har eg kann mennast sum leikari og menniskja.  

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

44 Leygardagur 24. apríl 2021

Rógvi avloysir Rók í landsliðshópinum

Rókur Akralíð er vorðin skaddur, og harvið verður Rógvi Dal Christiansen úr íslendska Fram í hópinum til teir tríggjar dystirnar um mánaðarskiftið

Rógvi stríðist at sleppa leysur á strikuni í HM-undankappingardysti móti Litava (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í komandi viku spæla Føroyar í Moskva, og í døgunum aftaná eru tveir dystir á skránni í Høllini á Hálsi. Hetta er seinni helmingur av EM-undankappingini hjá føroyska manslandsliðnum.

Hópurin til dystirnar varð kunngjørdur í farnu viku. Rógvi Dal Christiansen úr íslendska Fram var ikki á listanum tá, men nú er greitt, at 27-ára gamli strikuleikarin verður við. 

[object Object]
Royndi Rókur Akralíð er skaddur og hevur tí givið avboð - her í dysti móti Ukreina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Orsøkin er, at Rókur Akralíð hevur fingið ein skaða í ryggin at dragast við, og harvið varð hann noyddur at geva avboð. Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.

Tað verður ein annar sterkur leikari, ið hevur sín hondbóltsuppruna í Kyndli, sum avloysir Rók í hópinum, sum er hesin: 

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rógvi Dal Christiansen, Fram Reykjavik
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Pætur Thomsen, H71

Dystarskráin: 
Mikudagin 28. apríl: Russland - Føroyar (Moskva)
Fríggjadagin 30. apríl: Føroyar - Kekkia (Høllin á Hálsi)
Sunnudagin 2. mai: 
Føroyar - Russland  (Høllin á Hálsi)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2021

45 Leygardagur 24. apríl 2021

Starvsnevndin tekur ælabogalitta útgerð upp til viðgerðar

Ælabogalitt liðskiparaband ella ikki. Tað er stóri spurningurin í hesum døgum, og nú fer starvsnevndin hjá FSF at viðgera spurningin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Saman við feløgunum fer starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya at viðgera íkomnu støðuna, í samband við, hvat er góðtikið at bera á útgerð og búnum í dysti, sigur felagsskapurin í fráboðan eftir, at kjak hevur tikið seg upp um avgerðina hjá nettupp FSF, at leikarar ikki skulu bera æltabogalitt liðskiparaband ella sveittiband.

- Í samband við fyrispurningar frá fólki og áskoðarum, hevur dómaranevndin og kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt spurningin um tulking av grein 4 í fótbóltslógini, sum m.a. ásetur, at politiskir boðskapir vm. ikki eru loyvdir á búnum og útgerð, sigur FSF.

- Í hesum sambandi sendi FSF farna mikudag eina fráboðan til feløgini um, at grein 4 skal tulkast soleiðis, at politiskir boðskapir á búnum og úgerð ikki eru loyvdir. Hetta hevur síðan elvt til kjak millum feløgini.

Fótbóltssamband Føroya er ein felagsskapur hjá føroysku feløgunum, og roynt verður altíð at loysa møguligar ósemjur innanhýsis.

Formenninir í feløgunum verða kallaðir inn fyrst í komandi viku, og tá verða hesir spurningarnir viðgjørdir nærri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

46 Leygardagur 24. apríl 2021

Greipuvinnararnir aftur í topp trý

KÍ vann 1-0 móti EBS/Skála og fór framum felagsliðið á stigatalvuni. Á Argjum var avsmurningur, har Víkingur var á vitjan, og HB vann umráðandi stig móti NSÍ

Gudný Johannesen her í dysti móti NSÍ í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Besta kvinnudeildin í fótbólti var í gongd aftur seinastu vikuskiftið eftir ein landsliðssteðg. Fyrsti dysturin var tá B36 var á vitjan hjá nýggja liðnum í deildini, 07 Vestur. Útliðið vann trygt 2-0.

Sunnudagin vóru hinir tríggir dystirnir í deildini. HB tók ímóti NSÍ í Gundadali. Eitt NSÍ-lið sum av summum undan kappingarbyrjan var spátt at klára at vinna meistaraheitið, men sum hevur fingið eina vánaliga byrjan.

Og vánaliga gongdin helt fram í dag, tí HB-kvinnur vóru stinnari og vunnu 2-1 móti runavíkskvinnum. Við sigrinum í dag varðveitir HB deilda fyrsta plássið.

Greipuvinnararnir úr KÍ vóru á vitjan hjá EBS/Skála undir Mýruhjalla á Skála, og talan var um málfátækan dyst. Einasta málið í dystinum kom stutt eftir steðgin tá Gudný Johannesen var hægst eftir hornaspark og setti bóltin í netið við høvdinum. Góð stig hjá KÍ, sum við sigrinum kemur upp á triðja pláss.

Uppflytararnir úr AB/B71 høvdu vitjan av Víkingi. Í fyrra hálvleiki hevði felagsliðið á Argjum og Sandoynni undanvind og hetta gav møguleika fyri fleiri góðum møguleikum. Millum annað fór ein bóltur á tvørtræið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men Víkingakvinnur vístu styrki, og løgdu seg á odda 2-0 fyri steðgin. Í seinna hálvleiki endaði tað við skrædlið hjá AB/B71, og Víkingur vann dystin 7-0. Víkingur varðveitir fyrsta pláss saman við HB, meðan AB/B71 framvegis einki stig hevur fingið á kontuna.

Dystirnir í 4. umfar

HB - NSÍ 2-1 (1-1)
19’ Sara Samson Lamhauge 1-0
32’ Unn Hvidbro 1-1
45’ Julia Naomi Mortensen 2-1

EBS/Skála - KÍ 0-1 (0-0)
51’ Gudný Johannesen 0-1

AB/B71 - Víkingur kvinnur (0-7)
9’ Jens Tórolvsdóttir 0-1
15’ Hanna Isaksen Højgaard 0-2
53’ Jensa Tórolvsdóttir 0-3
70’ Mona Rasmusdóttir 0-4
74’ Kára Jarnskor 0-5
80’ Rakul Sørensen 0-6
87’ Erna Svalbard 0-7

07 Vestur - B36 0-2 (0-1)
39’ Jacoba Langgaard 0-1
72’ Olga Kristina Hansen 0-2

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. HB (10 stig)
2. Víkingur (10 stig)
3. KÍ (8 stig)
4. EBS/Skála (7 stig)
5. B36 (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)

5. umfar

KÍ - 07 Vestur (Leygardagin 24. apríl)
NSÍ - EBS/Skála (Leygardagin 24. apríl)
Víkingur - HB (Sunnudagin 25. apríl)
B36 - AB/B71 (Sunnudagin 25. apríl)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

47 Leygardagur 24. apríl 2021

Favorittarnir greiddu sína skyldu

Lítil spenningur í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Tann dysturin, sum á pappírinum var tann mest spennandi, varð útsettur

HB vann 2-0 móti TB við Stórá (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kom einki óvæntað úrslit í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið sunnudagin. Sjey dystir vórðu avgreiddir uttan trupulleikar, men í Klaksvík var dysturin sum á pappírinum var tann mest spennandi, avlýstur orsakað av, at skaði var komið á tað eina málið.

Dysturin millum KÍ og NSÍ varð spældur týskvøldið ístaðin. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 30. mai.

Her eru úrslitini og málskjúttar frá dystunum sunnudagin:

TB - HB 0-2 (0-0)
72' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
79' Stefan Radosavljevic 0-2

B71 - Undrið 2-1 (0-1)
22' David Kruse Dam 0-1
75' Klayver Nascimento 1-1
78' Tijani Mohammed 2-1

B68 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
36' Árni Olsen 0-1
55' Niklas Kruse 0-2
93' Lukasz Cieslewicz 1-2 (br.)

B36 - AB 6-0 (3-0)
5' Martin Agnarsson 1-0
16' Brian Jacobsen 2-0
27' Alex Mellemgaard 3-0 (br.)
53' Bjarki Nielsen 4-0
71' Ragnar Samuelsen 5-0
79' Benjamin Heinesen 6-0

07 Vestur - FC Hoyvík 3-0 (2-0)
11' Erling Myklebust 1-0 (br.)
37' Martin Heiberg 2-0
60' Teitur Olsen 3-0

ÍF - FC Suðuroy 3-0 (2-0)
11' Bogi Reinert Petersen 1-0
43' Gundur Ellingsgaard 2-0
90' Jan Ó. Ellingsgaard 3-0

Víkingur - Skála 2-0 (2-0)
6' Sølvi Vatnhamar 1-0
32' Olaf Bárðarson 2-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

48 Leygardagur 24. apríl 2021

NSÍ avstað við øllum og varpaði KÍ út

Eitt brotsspark í tíðini, sum dómarin legði afturat, avgjørdi útsetta steypadystin í Klaksvík

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ stendur eftir sum vinnari og KÍ sum tapari eftir útsetta steypadystin týskvøldið. Við brotssparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, avgjørdi Klæmint A. Olsen dystin og sló KÍ út úr steypakappingini.

KÍ legði seg annars á odda longu eftir níggju minuttir, men megnaði ikki fáa meira burturúr. Runavíkingar spentu seg út í seinna hálvleiki, og tá ein tími var leiktur javnaði Klæmint A. Olsen.

Møguleikar vóru í báðum endum, men hvørki av liðunum fingu bóltin inn. Nógv bendi á, at liðini máttu út í longda leiktíð, men tað gjørdist ikki neyðugt. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk NSÍ brotsspark og tað gjørdist avgerandi fyri dystin.

Hetta er annað árið á rað, at KÍ rýkur út í fyrsta umfari. Í fjør var tað ímóti HB, og í ár var tað altso NSÍ, sum vann.

2-1 og NSÍ hevur spælt seg víðari til fjórðingsfinaluna, har teir skulu spæla móti 07 Vestur.

KÍ - NSÍ 1-2 (1-0)
9’ Páll A. Klettskarð 1-0
59’ Klæmint A. Olsen 1-1
90’ Klæmint A. Olsen 1-2 (br.)

Mánadagin var lutakast um hvussu liðini møtast í fjórðingsfinaluni í Løgmanskappingini.

Lutakastið fall soleiðis út:

B71-HB
EB/Streymur-B36
ÍF-Víkingur
NSÍ-07 Vestur

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 30. mai, meðan hálvfinalurnar, sum í ár eru tvær í tali, ikki verða leiktar fyrr enn 18. august og 2. oktober.

Finalan verður 6. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

49 Leygardagur 24. apríl 2021

EM-endaspælið hjá U17 gentum verður í Føroyum í 2025

Tað skuldi verið í ár men varð avlýst orsakað av koronustøðuni. Gentur, ið eru føddar í 2008 og 2009, hava møguleika at umboða Føroyar til endaspælið um fýra ár

Evropameistarin hjá U17 gentum verður í 2025 funnin í Føroyum (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrireikingarnar vóru í hæddini – bæði á og uttan fyri vøllin - tá EM endaspælið, sum skuldi vera í Føroyum í ár, varð avlýst orsakað av farsóttarstøðuni kring heimin. Føroyar skuldu eftir ætlan taka ímótí sjey av teimum sterkastu liðunum í Evropa í júst hesum mánaðinum.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at tá avgerðin um avlýsingina varð tikin, varð somuleiðis gjørt greitt at Uefa ynskti at geva Føroyum møguleikan fyri at hýsa kappingini aftur skjótast gjørligt. Og nú er greitt, at tað verður í 2025. 

Talan er um EM fyri U17 gentur, og talan verður sostatt um spælarar, sum eru føddar í 2008 og 2009; tað eru spælarar, sum í dag eru í eldra árgangurin í U11 og í yngra árgangurin í U13. 

Bosnia Hersegovina, Estland og Svøríki eru vertir fyri endaspælinum komandi trý árini - í ávíkavist 2022, 2023 og 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

50 Leygardagur 24. apríl 2021

Flogbóltur: Her eru ársins bestu leikarar

Ársins bestu leikarar vórðu kosnir á gallaveitslu í Miðvági

Mynd: Flogbóltssamband Føroya/Facebook
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið varð skipað fyri gallaveitlsu hjá flogbóltinum í bygdarhúsinum í Miðvági.

Í hesum sambandi vórðu ársins bestu leikarar kosnir. Niðanfyri sæst ein listi yvir tey, sum vórðu heiðraði leygarkvøldið.

Ársins leikarar 2020/2021
Kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ
Menn: Christian Imhoff, Mjølnir

Ársins stjørnuskot 2020/2021
Kvinnur: Johanna Chritiansdóttir, TB
Menn: Filip Ilic, ÍF

Ársins álopsleikarar 2020/2021
Kvinnur: Juliia Kuvshinova, SÍ
Menn: Christian Imhoff, Mjølnir

Ársins hevarar 2020/2021
Kvinnur: Alina Adamenya, Mjølnir
Menn: Thorvald Danielsen, Mjølnir

Ársins venjarar 2020/2021
Meistaradeild kvinnur: Ragnar í Haraldstovu, Dráttur
Meistaradeild menn: Boban Ilic, ÍF

Ársins verjuleikarar 2020/2021
Kvinnur: Torfríð Tavsen, Dráttur
Menn: Filip Ilic, ÍF og Tórður Gunnarsson Højsted, Fleyr

Ársins blokkleikarar 2020/2021
Kvinnur: Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
Menn: Trygvi á Brekkukletti, Mjølnir

Ársins dómarar 2020/2021
Meistaradeild kvinnur: Bojan Drobniak
Meistaradeild menn: Dávið Hentze

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2021

51 Leygardagur 24. apríl 2021

Talv: Smálandakapping í fjarstøðu

Kappingin í einstaklingatelving fyri telvarar úr evropeiskum smátjóðum byrjaði farna vikuskiftið – føroysku umboðini eru 30 ára gamli stórmeistarin Helgi Dam Ziska og 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann skora eitt flott hattrikk hesa vikuna.

Heetta er fjórðu ferð, at kappast verður um meistaraheitið í einstaklingstelving fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Helgi hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar - í 2016 og 2018. Hann var ikki við í fyrstu kappingini í 2014.

Kappingin varð útsett vegna korona í fjør, men nú verður so telvað - hesaferð í fjarstøðu. Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum á netinum.

Strangt eftirlit og vaktarhald er, so at alt fer fram eftir reglunum. Dómarar eru í rúmi saman við hvørjum telvara. Vakmyndatól eru eisini uppsett. Ein høvuðsdómari situr so í øðrum landi. Dómarar í Føroyum verða Hans Hjalti Skaale, altjóða talvdómari, og Finnbjørn Vang. Í Føroyum sita telvararnir á Hotel Føroyum - hvør í sínum rúmi.

Telvararnir hava 90 minuttir til hvørt talvið umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin. Einki verður lagt aftrat eftir fjøruti leikir. Kappingin verður ikki ratað. Telvað verður um eitt pláss í World Cup. The winner takes it all.

Tíggju telvarar eru, allir hava eitt talv hvør móti øðrum. Kappingin byrjaði seinasta leygarkvøld, telvað hevur verið hvønn dag til flaggdagin 25. apríl, tá kappingin endar.

Føroysku umboðini eru Helgi Dam Ziska og 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, báðir úr Havnar Telvingarfelag. Londini, sum eru umboðað í kappingini, eru Luksemburg, Monako, Andorra, Malta, Kypros, Jersey og San Marino. Liktinstein og Guernsey eru ikki við í ár.

Helgi er favorittur at vinna, men hevur ikki ráð at snáva, tí góðir kappingarneytar eru. Fremsti avbjóðarin er helst Michael Wiedenkeller úr Luksemburg. Hann vann fyrstu kappingina í 2014. Føroyska umboðið ta ferðina var Olaf Berg, sum endaði nummar fimm. 58 ára gamli Michael Wiedenkeller er svii, og var í fremstu røð í Svøríki í síni tíð. Hann vann svenska meistaraheitið í 1990, men hevur búð í Luksemburg í fleiri ár.

Annar avbjóðari er 60 ára gamli stórmeistarin Igor Efimov. Hann var italskur meistari í 1998 og 1999, men hevur nú búð og umboðað Monaco í fleiri ár.

Teir tíggju telvararnir eru hesir (settir upp eftir styrkitølunum):

Small Nations kappingin 2021

GM Helgi Dam Ziska (FØR) 2539
IM Michael Wiedenkeller (LUX) 2435
GM Igor Efimov ((MON) 2416
IM Fred Berend (LUX) 2323
Pavlos Constaniou (KYP) 2120
Jake Darmanin (MAL) 2106
Luitjen A. Apol (FØR) 2092
Luke Brezmes (AND) 2043
Paul Carpenter (JER) 1982
Ezio Righi (SMR) 1915

Føroyski topp 20 listin

Altjóða talvsambandið FIDE hevur roknað nýggjastu styrkitølini út fyri apríl 2021. Av teimum 165 londunum, ið skrásett eru í altjóða talvsambandinum, standa Føroyar nummar 78 í røðini eftir miðalstyrkitalinum hjá telvarunum. Í Føroyum eru slakir 300 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum vóru við í landskappingini.

Okkara topp 20 listi sær soleiðis út:

1. GM Helgi Dam Ziska 2539
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2383
3. Rógvi Egilstoft 2361
4. IM John Arni Nilssen 2331
5. IM John Rødgaard 2319
6. Martin Poulsen 2285
7. Ólavur Simonsen 2217
8. Flóvin Tór Næs 2209
9. Olaf Berg 2199
10. Bogi Ziska 2198
11. Carl Eli Samuelsen 2181
12. Eyðun Nolsøe 2173
13. Jóan Hendrik Andreasen 2172
14. Torkil Nielsen 2168
15. Hans Kristian Simonsen 2135
16. Sjúrður Thorsteinsson 2128
17. Finnbjørn Zachariassen 2122
18. Jens Chr. Hansen 2111
19. Luitjen Akselsson Apol 2092
20. Hanus Brekká 2083

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2021

52 Leygardagur 24. apríl 2021

Helgi javnur við Wiedenkeller í oddinum

Spenningurin var framvegis stórur, tá trý umfør vóru eftir í kappingini millum evropeiskar smátjóðir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Favorittarnir vunnu allir síni talv í sætta umfari í evropeisku smálandakappingini hóskvøldið.

Helgi Dam Ziska vann við svarta fólkinum á Paul Carpenter av Jersey, sum hevur lægsta styrkitalið av teimum tíggju telvarunum. Hinir oddafiskarnir, Wiedenkeller og Efimov, vunnu eisini.

Luitjen Akselsson Apol mátti dvína fyri Jake Darmanin av Malta.

Trý umfør eru nú eftir. Helgi skuldi í gjárkvøldi telva við hvíta fólkinum móti Pavlos Constantinou av Kyprós. Í dag verður so toppdystur millum Helga og Michael Wiedenkeller. Í síðsta umfari sunnudagin telvar Helgi móti Fred Berend, sum er altjóða meistari. Berend tapti hósdagin fyri Igor Efimov.

Luitjen Akselsson Apol skudi í gjárkvøldið telva móti stórmeistaranum Igor Efimov.

Støðan eftir sætta umfar

1.-2. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 5½ stig
1.-2. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 5½ stig
3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 4½ stig
4.-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 3½ stig
4.-5. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 3½ stig
6. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 3 stig
7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 2 stig
8.-9. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 1 stig
8. 9. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig
10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) ½ stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

53 Leygardagur 24. apríl 2021

Gunnari Hoydal til minnis

-

Sýnisgluggin í Gamla bókhandli á Vaglinum í Havn, nú Gunnar Hoydal er farin (Foto: Brynhild Thomsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Tann lágmælta, men áhaldandi røddin var eyðkend, og tað varð lurtað eftir henni, antin tað var á prenti ella í røðu. Gunnar Hoydal tók alla ævina til orða á so mangan hátt og ikki minst, tá tað ráddi um list og mentan. Hann bar sínar hugsanir fram um, hvussu umstøðurnar hjá teimum, sum skapa listina, kundu bøtast og listin stimbrast. Tað vóru ikki bara, men serliga bókmentirnar, ið lógu honum á hjarta.

Eg hugsi, at Gunnar fór at gera vart við seg í mentanaralmenninum 22 ára gamal, tá ið føroyskir studentar í Keypmannahavn í eini ógvuliga politiseraðari tíð, í 1962, fóru undir at geva tíðarritið Framan út. Gunnar var í ritstjórnini árini 1963-69, og hann slepti ikki tráðnum aftur, men var allar sínar dagar uppi í tí føroyska kjakinum um mentan og politikk. Tað ber ikki til at nevna allar teir felagsskapir, har Gunnar gjøgnum árini virkaði og ávirkaði, men tað slepst ikki undan at nevna Rithøvundafelagið, Fjølritagrunnin og Varðan, har hann setti sær djúp spor og legði støði undir tað virksemið, sum síðan hevur verið.

Virksemið í Rithøvundafelagnum og Fjølritagrunninum, har tað ráddi um at víðka ræsirnar og skipa seg í norðurlendskt samstarv, var fakligt og fór fram uttan at vera eftirgáað í almenninginum. Sama ber ikki til at siga um stevnuna hjá Gunnari og Steinbjørn B. Jacobsen í Varðanum, tí tá ið teir lótu tíðarritið upp móti útheiminum og nútíðini, birtist eitt ramaskríggj; men gjørt var gjørt.

Gunnar hevði serlig evnir til at fáa sera ymisk fólk aftrat sær til at virka fyri teimum málum, hann setti høgt. Hann visti, at við samanhaldi og felagsskapi var mangt møguligt, sum ikki bar til at gera einsæris, og til 1982 lá mentanarliga starv hansara fyrst og fremst í at miðla, skipa og samskipa, stuðla og meta. Hann visti eisini, at spírurnar næla, fáa tær umstøður, hóast tær næla seint, og at alt ger mun.

Tá, fyrst í 80-árunum, fekk føroyskt prosa knappliga nýtt mál. Tríggir javnaldrar góvu út fyrsta skaldverk sítt, Hanus Kamban í 1980, Oddvør Johansen í 1982, og sama ár kom stuttsøgusavnið, Av longum leiðum, eftir Gunnar. Heitið speglar tann sjálvsævisøguliga tráðin, tí søgurnar fara ikki bara fram í Føroyum, men eisini uttanlands, har Gunnar livdi stórar partar av lívinum ella ferðaðist. Tær miklu prosabøkurnar, Undir suðurstjørnum, 1991, Dalurin fagri, 1999, o Í havsins hjarta, 2007, hava eisini ævisøguliga grund, tær eru skaldslig føroyasøga gjøgnum ættarsøgu. Leysliga samanbundnar við hugleiðingum og fiktión eru tær sagdar av einum viðkvomum eygleiðandi frásøgumanni.

Skaldsøgurnar skýggja hevdbundið myndamál, men eru merktar av neyvum sansaligum lýsingum. Hetta eyðkennið er enn sterkari í tí bundna skaldskapinum hjá Gunnari, frá teimum fyrstu sangunum til yrkingasavnið Hús úr ljóði, 1988, har byggifrøðingurin og yrkjarin renna saman í eitt, og ta seinastu bókina, tað mikla savnið, Tónar úr innastu tøgnini, Yrkingar og týðingar, 2018, sum goymir alt tað, Gunnar yrkti og týddi í bundnum máli.

Tað er at gleðast um, at alt hetta ríka tilfarið nú er atkomiligt. Millum aðrar yrkingar komi eg fram á skálkabrosið, Marmennil, um ovfiskiskap, sum dregur eldri og nýggjari føroyskan skaldskap uppí og umtulkar leiklutin hjá marmenlinum: Fyrr tók hann agn av húkunum og syrgdi fyri, at “ikki bara stertar” skuldu tapa, men hvar er hann nú?

Nú Gunnar er farin, fyllist hugurin av takksemi fyri skaldskapin og fyri stuðulin og ta varisligu leiðbeining, hann veitti so mangari spírandi nál. Endin á hesum minningarorðum skal vera fyrstu og seinastu orðini í tí lívsjáttandi yrkingini, Farin:

Drátturin stilti við stein
knappliga tagnaði havið
fjørðurin stoyttur í glar
ljósið sum blindandi kavi
dagurin vendi sær við
steðgaði stirdur og varin
gekk so ein skjálvti í vøtn
høggið, at nú vart tú farin

Seinastu reglurnar ljóða:

Reisist úr ljósum eitt lag
deyði og skapandi meldur
goymdur til komandi dag
eri eg eimur og eldur
inn móti bergi av nátt
brýtur mín alda av gleði

Turið Sigurðardóttir


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2021

54 Leygardagur 24. apríl 2021

Palli Gregoriussen farin

Í dag hoyrir Palli Gregoriussen til í flokki saman við m.ø. Mykines, Ruth Smith, Ingólvi av Reyni, William Heinesen, Janus Kamban og H.C.W Tórgarð, tá ið um føroyska mentan ræður

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Hannis Egholm og Albert Isfeld

Týsdagin 20. apríl andaðist arkitekturin og mentamaðurin Jákup Pauli – vanliga nevndur Palli – Gregoriussen 88 ára gamalur.

Palli varð føddur 24. apríl 1932 og var elsti sonur Magnus Gregoriussen og Liffu Arge. Hann vaks upp í Bøgøtu mitt í Havn og gekk í skúla fyrst hjá mostrini Bette Arge í gróthúsinum á Svínaryggi og seinni í kommunuskúlanum. Fótbóltur, skótar og serliga fimleikur lógu frammalaga í huganum hjá unga havnardronginum, og hann var m.a. á kenda fimleikaskúlanum í Ollerup í eitt skeið. Eisini var hann millum teirra, ið stovnaðu felagið Bragdið eftir at áhugin fyri frælsum ítrótti var vaktur av filminum frá OL 1936, tá ið myrki amerikanarin Jesse Owens við sínum fýra gullheiðursmerkjum spilti spælið hjá Hitler.

Palli segði sjálvur, at úrslitini í skúlanum vóru ikki nakað serlig, evnini til handverk vóru ikki góð heldur, men tá ið hann var liðugur við realskúlan fekk hann eitt sindur av tilvild arbeiði á teknistovuni hjá Olaf Mortensen, arkitekti, og tað vísti seg, at hann her hevði eyðsýndar og serligar gávur.

Eftir fimm ár á teknistovuni hjá Olafi fór hann í 1953 niður á handverkaraskúlan í Haslev, haðani hann við frálíkum úrsliti tók prógv sum byggifrøðingur í 1956. Eftir lokið prógv fór hann aftur á teknistovuna hjá Olafi Mortensen og arbeiddi har inntil í 1957, tá ið hann fór til Keypmannahavnar at lesa til arkitekt á Kongaliga Kunstakademinum á Charlottenborg, har hann hevði Thyge Arnfred sum lærara og fekk arkitektaprógvið í 1960.

Palli hevði møtt Tove, meðan hann var í Haslev, og nú fluttu tey aftur til Havnar. Tove og Palli fingu fýra børn, Magnus, Frands, Katrin og Elisabeth. Tað var stór sorg fyri Palla, tá ið fyrst Tove doyði av sjúku í 2000 og hann seinni eisini misti tey bæði Magnus í 2013 og Katrin í 2016 í alt ov ungum árum.

Palli byrjaði egna teknistovu í húsunum í Bøgøtu 10. mars 1961, og líka síðani tá og inntil fyri heilt stuttum hevur hann verið virkin sum arkitektur.

Palli gjørdi beinanvegin vart við seg sum arkitektur í Føroyum og fekk fleiri stórar byggiuppgávur, og rættiliga umtalu fekk hann, tá ið teknistova hansara í 1964 vann sethúsakappingina, sum Føroya Sparikassi skrivaði út. Her var talan um rættiligt nýbrot í føroyskari húsabygging, har gjørt varð upp við gamla byggimynstrið og bygt varð til ta nýmótans familjuna, samstundis sum størsta virðing varð sýnd føroyskum byggisiði.

Onnur høvuðsverk, ið kunnu nevnast eru posthúsið í Klaksvík og Ellisheimið í Vágum (1967), Listaskálin (1970), Eysturskúlin (1980), Útvarpshúsið (1982), tilbygningur til Føroya Sparikassa í Havn (1984), Føroya Sparikassi við Tinghúsvegin, har ALS nú hevur skrivstovur (1985), tilbygningur til Listaskálan (1993), umvæling og víðkan av Vestmanna kirkju (2005) og nógv onnur.

Felags fyri øll bygningsverkini er hansara trygga og sannførandi tak um innrætting og skap. Eyðkend eru “neystatøkini”, sum mestsum gjørdust hansara vørumerki. Neyvan er tað ov nógv at siga, at eingin annar føroyskur arkitektur hevur havt so stóra ávirkan á føroyska byggilist sum Palli Gregoriussen.

Vit báðir undirritaðu eru takksamir fyri, at vit fingu møguleikan at arbeiða á teknistovuni hjá Palla í eitt longri tíðarskeið ávikavist í 70-unum og 80-unum, bæði meðan vit vóru undir útbúgving og síðani sum útbúnir arkitektar. At sleppa at arbeiða saman við Palla og at eygleiða og lurta, tá ið hann arbeiddi, fortaldi og hugleiddi er ein framíhjárættur, sum er untur teimum fæstu.

Prátið á teknistovuni var merkt av ansinum fyri list sum heild, og serliga føroyskari mentan  og list. Ofta var politikkur eisini á lofti. Palli var tjóðskaparsinnaður – ein rættur fullveldismaður. Har var onki himpr.

Góður kvøðari var hann, og av og á kundi hann tríva í okkurt ørindi. Onkrar morgnar kundi hann stillisliga tríva í eitt sálmalag, og tá gjørdist røddin serliga kensluborin og følin.

Øll árini teknaði og avmyndaði Palli sítt umhvørvi á ferðum burturi og heima. Serligan tokka hevði hann til gomlu Havnina. Hesar tekningar gav hann út í fleiri bókum: “Ferðatekningar” (1986), “Tórshavn vár miðstøð og borg” (1989), “Tórshavn vár miðstøð og borg II” (2000) og “Um heimsins borgir” (2002).

Hóast álvarslig kreppa rakti føroyska samfelagið tíðliga í 90-unum, og øll bygging steðgaði frá degi til dags, fekk hetta ikki Palla at falla í fátt. Nú lítið ella einki var at gera á teknistovuni, fór hann í holt við stórverk á nýggjum øki. Hann setti sær fyri, at tekna og skráseta allar tær gomlu og eldru kirkjurnar í Føroyum. Við stórum áræði ferðaðist hann við hjálparfólki kring allar Føroyar og teknaði og mátaði upp, og úrslitið vóru megnarverkini “Tær gomlu trækirkjurnar” (1995), “Eldru hválvkirkjurnar” (1997), “Yngru hválvkirkjurnar” (1998) og “Nýggjaru kirkjurnar” (1999) sum forlagið í Stöplum og vinmaðurin John Dalsgarð gav út. Virðið av hesum stórverki kann ikki yvirmetast, og í 1998 fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri Yrkisbókmentir fyri tær báðar fyrstu, og fyri sítt arbeiði fyri føroyskan arkitektur og bókarøðina um kirkjurnar fekk hann í 2015 størstu føroysku mentanarvirðislønina, Heiðursgávu Landsins.

Í 2017 kom bókin “Gomlu prestagarðarnir”, sum eins og bøkurnar um kirkjurnar umfatar uppmátingar, tekningar og tekstir um ein týðandi part av føroyska mentanararvinum. Forlagið Føroyskt Kirkjumál gav út.

Í dag hoyrir Palli Gregoriussen til í flokki saman við m.ø. Mykines, Ruth Smith, Ingólvi av Reyni, William Heinesen, Janus Kamban og H.C.W Tórgarð, tá ið um føroyska mentan ræður.

Í 1981 tók Palli saman við m.ø. Gunnari Hoydal, sum andaðist herfyri, stig til at stovna Arkitektafelag Føroya, og í 1991 avgjørdu starvsfelagarnir at útnevna hann til heiðurslim í felagnum.

Í fjør kom bókin “Palli”, sum er ein ævisøga um Palla Gregoriussen, og er bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í Útvarpi Føroya í 2011.

Í 2001 fann Palli saman við Anne-Marie, og tey giftust í 2004. Seinastu nógvu árini búðu tey saman í Doktara Jakobsensgøtu, har tey vóru felags um listarligu áhugamálini og eisini høvdu framsýningar saman. Kærleikin teirra millum var eyðsýndur til tað síðsta.

Tankar okkara ganga til Anne-Marie, Frands, Elisabeth og abbabørnini við familjum nú vit við hesum lýsa frið yvir minnið um merkismannin Palla Gregoriussen.

Hannis og Albert

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2021

55 Leygardagur 24. apríl 2021

Skilamaðurin og skyldmaðurin Palli Gregoriussen farin

Palli er sjálvandi best kendur fyri sína byggilist og hevur lagt eina ørgrynnu av prýðiligum bygningsverkum eftir seg her á landi. Tann partin fara tað ivaleyst at vera fleiri um at lýsa, men hesin lítillætni og merkisverdi maðurin hevði gávur á so nógvum øðrum økjum eisini

(Mynd: Birkblogg)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kári Mikkelsen

Hóast aldurin var høgur, vardi tað meg ikki, at skilamaðurin og skyldmaðurin, Palli Gregoriussen, so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta bert fáar dagar eftir, at ein annar av okkara stóru arkitektum og listarmonnum, Gunnar Hoydal, ið somuleiðis var ein skyldmaður Palla og undirritaða, segði farvæl og takk fyri seg.

Kann ikki reypa av at hava kent Palla serliga leingi, men havi kortini síðani ungum árum vitað, at hann og pápi mín vóru trímenningar.

Tað var tó ikki sum skyldmenn, at vit báðir komu at kennast. Høvið var, tá hann gav út bókina um prestagarðarnar fyri bert fáum árum síðani, at leiðir okkara møttust. Eg fór niðan í Norðurlandahúsið til framløguna av hesum valaverki, ið hann hevði lagt úr hondum, og sum var eitt framhald av eini aðrari valaútgávu, nevniliga teirri um gomlu trækirkjurnar í Føroyum.

Her møtti eg hesum víðskygda og dámliga manni við stóra áhuganum fyri øllum tí gamla og føroyska, sum hann helt, at vit áttu at vera errin av og trúgv ímóti, tá ráddi um bæði varðveiting og tí, sum vit annars fóru undir at byggja.

Í bókini um prestagarðarnar er gamli presta- og próvstagarðurin á Nesi sjálvandi umrøddur, og her kom prát okkara at snúgva seg um, hvat gerast kundi har afturat øllum tí, sum longu er gjørt. Hóast farin væl um tey áttati, var Palli beinanvegin til dystin fús at gera eitt uppskot til, hvat staðið kundi mennast til, og heldur ikki hesi uppgávuni lá hann oman á serliga leingi. Skjótt var hann klárur við einum uppskoti, ið tó ikki er komið víðari enn, men sum vónandi fær bein at ganga á, tá tann tíðin er búgvin. 

Má viðganga, at eg gjørdist ógvuliga hugtikin av hesum manni, sum hóast komin so nógv til árs, kortini vísti eitt ótrúligt árræði og hugflog til fara undir nýggjar og ókendar uppgávur.

Palli er sjálvandi best kendur fyri sína byggilist og hevur lagt eina ørgrynnu av prýðiligum bygningsverkum eftir seg her á landi. Tann partin fara tað ivaleyst at vera fleiri um at lýsa, men hesin lítillætni og merkisverdi maðurin hevði gávur á so nógvum øðrum økjum eisini.

Hann hevur bæði teknað og málað eina ørgrynnu av listarverkum, ið lítið og einki hava við byggilist at gera, men sum fyrst og fremst vísa hansara stóra víðskygni sum menniskjað. Og so var hann so ómetaliga væl lisin og kønur í bæði føroyskari søgu og heimssøguni, eins og hann var tjóðskaparsinnaður sum fáur, uttan tó at vera prangandi á tí økinum. Hann var bara errin av at vera føroyingur og helt, at vit áttu at taka fulla ábyrgd av okkara egna samfelagi.

Harafturat var Palli eitt ótrúliga heitt og gott menniskjað, sum vildi øllum tað besta. Familjukærur var han sum fáur, og hóast viknaður í seinastuni, so hevði hann altíð yvirskot til at sláa upp á tráðin og spyrja, hvussu gekst, og annars taka eitt prát um tað, sum fyrifórst í samfelagnum. Tað eru tí bert fáar vikur síðani, at vit báðir tosaðu saman.

Góði Palli, tú verður saknaður av øllum okkum, ið kendu teg og fingu so nógv gott frá tær og tí, sum tú lat úr hondum. Bæði sum arkitektur, listarmaður og ikki minst sum menniskjað. Størstur verður tó saknurin hjá tær Anne Marie og tykkum børnum og barnabørnum.

Friður veri við minninum um mentamannin og merkismannin, J. P. Gregoriussen, sum legði so nógv gott og virðismikið eftir seg.

Kári Mikkelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2021

56 Leygardagur 24. apríl 2021

Merkismaður 70 ár

Føðingardagsheilsan til Jan Müller

Jan á Christiansborg við bringumynd av langabbabeiggja sínum C.T. Zahle, ið var danskur forsætismálaráðharri
SkrivaÐ:

Innsent

Fyrr í mánaðinum gjørdist Jan Müller sjeyti ára gamal. Jan, ið er havnamaður, var sonur Eiden og Miu Müller. Pápi Jan, Eiden, var blaðmaður við víðum útsýni við nógvum kontaktum úteftir, og hevur hetta ivaleyst vakt nakað í Jan. Miðlar og ein stórur áhugi í føroyskum, og ikki minst altjóða viðurskiftum, hava altíð fylt nógv hjá Jan.

Jan er ikki hálvur, har hann er. Hann er, sum tey ungu vildu sagt, «all in», tá hann fer í holt við okkurt.

Hann gjørdist journalistur, og var ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum í meira enn 30 ár. Har setti hann nógv spor. Jan menti Sosialin frá einum smølum floksblaði, ið so at siga bert prædikaði fyri teimum politiskt frelstu í Javnaðarflokkinum, til eitt modernað miðlahús, ið dekkaði øll samfelagsviðurskifti professionelt og sakligt á fleiri miðlum. Tey tøk, ið Jan tók fyri at broyta Sosialin til Miðlahúsið, hava æruna av, at Sosialurin ikki fór sama veg í gloymskuna, sum øll hini smølu floksbløðini.

Tað munnu verða fá, ið eru so íðin sum Jan at fylgja altjóða viðurskiftum. Hann var primus motor, tá Sosialurin stóð á odda fyri føroyska partinum av altjóða savningini um at fáa Nelson Mandela úr fongsli. Tað var ein stórur dagur hjá Jan, tá Mandela var leyslatin, og hann sendi eina bók um Føroyar til Mandela, tá hann kom úr fongslinum. Jan var sera fegin um, at hann fekk eitt takkarskriv í hesum sambandi.

Jan og Sosialurin vóru eisini sera virkin í nítiárunum, tá tað var eitt hart trýst m.a. í Bretlandi at boykotta føroyskar fiskavørur vegna grindadráp. M.a. stóð Jan saman við øðrum fyri einari undirskriftsinnsavning við fleiri túsund undirskriftum, ið blivu latnar bretsku stjórnini.

USA er eitt land, ið Jan altíð hevur hildið nógv av. Pápi hansara, Eiden hevði eitt gott samband við William McCormick Blair, ið var amerikanskur sendiharri í Danmark, og í samband við eina vitjan heima hjá Eiden fekk húskið bókina «Profiles in Courage» av John F. Kennedy. Hesa bók las tann ungi Jan á tamb, og helst er ein neisti kveiktur tá.

Hansara stóri áhugi í USA kemur serliga til sjóndar tá val er hinumegin hav. Tá fylgir eingin so væl við sum Jan, og hansara entusiasma og spenningur smittar av til øll rundanum hann. Hann fær Jet lag til hvørt forsetaval, tí hann situr uppi um næturnar og fylgir við.

Seinnu árini er tað olja, gass og orka í breiðari merking, ið hava fylt nógv hjá Jan. Sum stjóri í FOÍB hevur hann gjørt eitt megnararbeiði at hildið áhugan fyri Føroya økinum uppi, hóast avbjóðandi tíðir í olju- og gassvinnuni. Hann eigur gjøgnum sína skriving á oljan.fo og gjøgnum stóra bókaverkið Oljan, sum hann skrivaði saman við Trónduri Djurhuusi, sína æru av, at vit hava so nógv gott tilfar um hesa vinnu til taks, og at føroyingar sum heild, helst vita meiri um hesa vinnu, enn europerarar flest.

Jan er ein idealistur við einari sterkari rættvísiskenslu. Hann arbeiðir hart fyri tí, hann trýr uppá, og hann letur ikki skeivleikar um seg ganga. Hann er framúr vertskapsmaður, ein trúfastur og góður vinur, og allarfremst ein familjumaður.

Nú hann fer um tey sjeyti, so er framvegis ferð á í hansara virksemi í FOÍB og hansara skriving. Vit ynskja honum nógv virkin ár afturat. Í einari tíð, har forsetar og borgarstjórar verða valdir, sum tátta væl í áttati, so er lag á manni hjá Jan at halda fram við góða arbeiðnum í mong ár afturat.

Við hesum vilja vit ynskja vinmanninum og kolleganum hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum.

Tommy, Ben og Louis


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2021

57
Leygardagur 24. apríl 2021

Flaggdagshald sunnudagin

Sunnudagin verður skipað fyri fleiri flaggdagshaldum kring um í landinum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Flaggdagur er sunnudagin og kring um landið verða flaggdagshald hildin. Herundir eitt yvirlit yvir tey tiltøk, sum vit hava fingið fráboðan um.

[object Object]

Bergtóra Høgnadóttir

Í Havn er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri siðbundna flaggdagshaldinum, og í ár verður tað Bergtóra Høgnadóttir, sum heldur flaggdagsrøðuna, boðar hornorkestrið frá.

Bergtóra Høgandóttir er Havnakvinna – hon hevur búð í Havn, á Argjum og í Hoyvík. Eisini hevur hon buð í Keypmannahavn í 10 ár.

Flaggdagshald varð hildið í Havn í 1941 og 1942, men so var steðgur í nøkur ár, áðrenn Havnar Hornorkestur aftur byrjaði síni flaggdagshald í 1947.

Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flagghaldi í høvuðsstaðnum á hvørjum ári.

Flaggdagshaldið í ár verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldið gongur hornorkestrið saman við skótunum oman á Vaglið.

[object Object]

Kristin Michelsen

Á sumri 1919 kom Jens Oliver Lisberg, ið las løgfrøði í Keypmannahavn, til heimbygdina Fámjin. Við sær í skjáttuni hevði 23-ára gamli maðurin eitt flagg. Dúkurin var hvítur og krossurin reyður og bláur. Hetta var fyrsta Merkið, og fyri nú næstan 102 árum síðani varð flaggið vundið á stong í Fámjin. Hetta sama flaggið hongur nú uppi inni í kirkjuni í Fámjin.

Sunnudagin verður flaggdagurin hátíðarhildin í Fámjin. Byrjað verður klokkan 14.30, og tað verður Kristin Michelsen, sum flytur fram røðu, og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.

Fyrireikararnir boða frá, at aftaná haldið eru øll boðin í Vesturhøll, har borðreitt verður við ymiskum drekkandi og kringlu.

[object Object]

Jørgen Niclasen 

Sunnudagin klokkan 15 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík. Samstundis verður stóra vikulanga mentanarvikan í Runavíkar kommunu eisini sett.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin. Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og setir mentanarvikuna 2021. Síðani heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, flaggdagsrøðuna.

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri

[object Object]

Ingilín D. Strøm

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Vestmanna sunnudagin klokkan 15.

Tað verður Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, ið fer at halda flaggdagsrøðuna.

Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni.
Eisini er søluframsýning av glaslist. 

[object Object]

Jonhard Jógvansson

Flaggdagshald verður í Hólmanum á Eiði, sunnudagin 25. apríl klokkan 13.30. Har fer Jonhard Jógvansson at flytur fram røðu.

Eiðis Ljómfelag og Norðljómur fara at spæla, og aftaná verður kaffi og tombola í hólmahúsinum. Skrúðgongan fer úr Múlavík kl.13.15.

[object Object]

Elin Henriksen

Flaggdagin verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum. Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 15. Gingið verður yvir til bygdahúsið, har flaggrøða og sangur verður á skránni. Í ár heldur Elin Henriksen flaggrøðuna.

Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum. 

[object Object]

Steinbjørn O. Jacobsen

Sunnudagin klokkan 15 verður gingið skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstun í Klaksvík.

Har fer Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri, at halda flaggdagsrøðu.  Klaksvíkar Hornorkestur og skótaliðini í Klaksvík boða frá, at nøkur løg verða spæld, og síðani og verður flaggsangurin sungin sum felagssangur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2021