Leygardagur 01. mai 2021 | Nr. 18 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 30
SíÐa 39
SíÐa 51
SíÐa 4
SíÐa 45
SíÐa 44
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Hetta vikuskiftið eru fólk aftur farin at savnast til festival í Føroyum. Í Vági savnast dansifró fólk til dansibandsfestival.
Í vikuni var staðfest, at teir báðir tilburðirnir av covid, sum herfyri vórðu funnir á flogvøllinum, ikki náddu at spjaða seg í landinum, og nú vóru Føroyar aftur koronafríar.
Í vikuni kundi tað eisini staðfestast, at tríggir mánaðir eru síðani, at ein persónur seinast varð smittaður í Føroyum.
Hetta vóru gleðiboð at frætta, serliga tá hugsað verður um, hvørjar líðingar onnur lond uppliva, sum enn ikki hava fingið tamarhald á smittuni. Seinastu tíðindini úr India til dømis, við livandi myndum av hundraðtals líkbálum, eru hjartaskerandi – vit duga ikki at ímynda okkum ræðuligu støðuna her heima, har vit eru sloppin so lætt.
Jú enn einaferð er orsøk til at klappa okkum sjálvi á herðarnar. Gott klárað.
Og koppsetingin er nú komin so mikið væl áleiðis, at annar av teimum stóru føroysku festivalunum, G! festivalurin í Gøtu, í vikuni tordi at boða frá, at ætlanin er at savna 4.000 fólk – føroyingar fyri tað mesta – á Gøtusandi miðskeiðis í juli at fagna tónleikinum. Hetta hóast almenna tilmælið framvegis sigur 500 fólk.
Vit eru komin yvir tað ringasta, tykist hugburðurin at vera, og føroyingar í besta aldri, sum nú síggja fram móti at fáa annað prikið áðrenn junimánaður er komin, eru farin at gleða seg til at sleppa at seta seg inn í eitt flogfar og leita sær til heitari strendur í summar og aftur sleppa at uppliva ‘la dolce vita’ eins og tey fyrr hava roynt.
Og ikki var blekkið tornað á fyrstu útgávu av hesi oddagrein, so bórust tíðindini um, at enn ein smittaður funnin við innferð til Føroyar.
Og hetta vísir bara, at vit alla tíðina liva í vandanum av at fáa smittuna inn á okkum aftur. Og hóast vit øll verða koppsett áðrenn komið er fram móti ólavsøku, so er tað kortini ikki tað sama sum, at vit kunnu fara út at ferðast sum okkum lystir.
Tí aðrastaðni eru tey ikki sloppin eins lætt. Og hóast vit kunnu, so er ikki sikkurt, at nakað er at fara at ferðast til, tí onnur lond stríðast og kanska ikki vilja órógvast av gestum uttanífrá, ið kunnu bera smittuna við sær, hóast tey eru koppsett bæði eina og tvær ferðir.
Hetta vísir bert, at uppgávan ikki er loyst enn. Vit vinna ikki frælsið fyrr enn ikki bara vit, men øll eru tryggjað móti ikki at fáa smittuna. Og tað kann ganga rúm tíð áðrenn vit eru komin so langt.
Og enn veit ongin hvussu leingi koppsetingin varðir.
Tað einasta, sum er sikkurt er, at tað eru heilivágsfyritøkurnar, sum í síðsta enda fáa størst gagn av hesi heimsfarsóttini – væl at merkja tær fyritøkurnar, ið sleppa ígjøgnum nálareygað hjá teimum ymsu góðkenningarmyndugleikunum.
Omri Galperin fekk íblástur til søguna, tá hann búði í Føroyum. Enn er skaldsøgan “Oyggin við havsins enda” bert tøk á hebraiskum, men hann hevur eina vón um, at bókin ein dagin kann verða givin út á føroyskum eisini
Ísraelski Omri Galperin er útbúgvin lærari, stjórnmálafrøðingur, og fríyrkisjournalistur. Hann hevur skrivað nógv um ferðavinnu og hevur ferðast um allan heimin, og herfyri kundi hann eisini koyra “rithøvundur” á CVið, eftir at fyrsta skaldsøga hansara kom út í apríl.
Tað serliga við hesari skaldsøguni, “Oyggin við havsins enda”, er, at hon gongur fyri seg í Føroyum.
Hetta er helst fyrsta hebraiska skaldsøgan, sum gongur fyri seg í Føroyum, sigur Omri, sum greiðir frá, at hann sjálvur hevur búð í Føroyum í tvey ár, og var tað tá, hann fekk íblástur til skaldsøguna.
– Eg visti, tá eg búði í Føroyum, at eg ætlaði mær at skriva eina bók. At byrja við visti eg ikki, um tað fór at verða ein ferðabók ella endurminningar, men at enda setti eg mær fyri at skriva eina dramatiska skaldsøgu, greiðir Omri frá. Og skaldsøgan skuldi ganga fyri seg í Føroyum.
– Eg kendi staðið, fólkið, og mentanina. Føroyska søgan er serstøk, og tað var tíð hjá mær at fara undir skiftið frá journalist til rithøvund – og tað var eitt stórt upplivilsi fyri meg.
Skaldsøgan hjá Omri gongur fyri seg í Klaksvík og í Syðradali – í eini tíð, áðrenn Føroyar fingu streym og telefonsamskifti. Talan er um eina kærleikssøgu við einum óvæntaðum twist’i.
Søgan snýr seg um unga dreingin Jon, sum orsakað av trupulleikum hjá pápanum, noyðist at forsyrgja familju sína. Tá hann fer til grannaoynna at selja fisk, hittir hann eina unga, foreldraleysa gentu, hvørs einasta familja er omman og harðligi beiggi hennara. Jon og vinmaður hansara,
Henrik seta sær fyri at hjálpa henni.
– Eg kann staðfesta, at eg nú eri blivin bitin av at skriva bøkur, sigur Omri, sum helst ætlar sær at skriva fleiri skaldsøgur – kanska enntá um Føroyar.
– Eg fari møguliga at skriva eitt framhald av fyrstu skaldsøguni, sum fleiri eisini hava heitt á meg um at gera, men eg fari heilt víst at halda á við at skriva. Eg hugsi um ymiskar møguligar søgur, men tað er í øllum førum greitt, at eg fari at skriva um áhugaverdar mentanir.
Tað er forlagið Orion Books, sum gevur út. Bókin hevur ikki verið í handlunum leingi, men hon hevur longu fingið fleiri góð ummæli.
– Nógvir lesarar hava sagt mær, at eg má skriva eitt framhald, og at bókin átti at verið gjørd til eina sjónvarpsrøð, sigur Omri.
Omri vónar at fáa onkran at umseta bókina til føroyskt og fáa hana útgivna í Føroyum. Hann heldur tað kundi verið áhugavert hjá føroyingum at lisið eina skaldsøgu, sum gongur fyri seg í Føroyum og er skrivað av einum útlendskum høvundi. Prát hevur verið um hetta, men einki ítøkiligt er komið burturúr.
Tey, sum hava hug at ogna sær bókina á hebraiskum hava tó eisini møguleika fyri tí. H.N. Jacobsens Bókhandil – Gamli bókhandil – í Havn hevur biðið um nøkur eintøk av skaldsøguni, og áttu tær at komið fram í næstum, sigur Omri.
Tað er listamaðurin Hilmar J. Højgaard, sum hevur gjørt kápumyndina til bókina, og Omri sigur, at hann helt tað vera sera umráðandi at fáa eitt føroyskt listafólk at gera myndina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021
– Lívið var sera áhugavert hesi tvey árini, vit búðu í Føroyum, og eg havi nógvar søgur at siga um hesa tíðina í mínum lívi, sigur ísraelski Omri, sum vónar at sleppa aftur til Føroya skjótt
– Eg havi vitjað í fleiri enn 50 londum, og eg kann bara staðfesta, at tey, sum kundu hugsað sær at vitja eitt av vakrastu støðunum í heiminum við blíðasta fólkinum í heiminum, áttu at farið til Føroya.
Soleiðis sigur ísraelski journalisturin Omri Galperin, sum júst hevur givið út skaldsøguna “Oyggin við havsins enda”, sum gongur fyri seg í Føroyum.
Omri vitjaði fyrstu ferð í Føroyum fyri 15 árum síðani, og eftir sína fjórðu Føroyavitjan gjørdi hann og konan, Orit, av at flyta til Føroya. Í desember 2016 flutti parið saman við børnunum Vin og Tevel til Føroya, og tey vórðu verandi í tvey ár.
– Vit kendu okkum beinanvegin heima. Vit høvdu vinfólk úr Havn, sum hjálptu okkum við at fáa alt upp á pláss, sigur Omri, sum greiðir frá, at tey livdu sum ein vanlig føroysk familja, og hevði tað stóran týdning fyri tey, at tey gjørdust partur av føroyska samfelagnum og ikki bara livdu sum gestir í landinum.
Kona Omri arbeiddi á Tjaldurs Apotek, og Omri arbeiddi á Hotel Føroyum og MBM, meðan børnini gingu í skúla, og lærdu føroyska málið.
– Børn míni tosaðu gott føroyskt, meðan tey búðu her. Dóttir mín dugdi flótandi føroyskt, meðan sonur mín skilti alt, men var eitt sindur smæðin. Eg eri bangin fyri, at tey hava mist ein stóran part av málinum nú. Vit noyðast at vitja aftur skjótast gjørligt fyri at halda málkunnleikan við líka, sigur Omri.
Upprunaliga ætlaði Omri sær aftur til Føroya ein túr í mai 2020, men orsakað av koronu gjørdist tann ferðin av ongum.
Seinasta árið hevur sum heild verið keðiligt fyri Omri, sum skrivar mest um ferðavinnu. Men einki er kortini so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí farsóttin gav honum eisini ta tíðina, hann hevði brúk fyri at skriva skaldsøgu sína lidna.
Nú er vónin at sleppa aftur til Føroya í summar, sigur Omri, sum leggur afturat, at tað er heldur ikki óhugsandi, at familjan flytir aftur til Føroya.
– Einaferð ætla vit okkum so heilt víst at flyta aftur. Kanska ogna vit okkum eini summarhús í Føroyum, hvør veit?
Omri og familja hansara búgva í løtuni í Stórabretlandi, men hjørtu teirra ferðast allatíðina millum Føroyar og Ísrael, sigur hann.
Omri er sera góður við Føroyar, og er tað nakað hann tosar ofta við fólk um. Hann hevur so nógvar søgur at siga úr Føroyum, sigur hann, at fólk, sum hann kemur í sambandi við í Stórabretlandi spyrja hann, um hann veruliga er úr Ísrael og ikki úr Føroyum.
– Lívið var sera áhugavert hesi tvey árini, vit búðu í Føroyum, og eg havi nógvar søgur at siga um hesa tíðina í mínum lívi, sigur Omri, sum heldur føroysku mentanina vera rættiliga serstaka.
– Næstan alt við føroysku mentanini er øðrvísi enn ísraelska mentanin. Maturin, søgan, samfelagið, o.s.fr. Tað er tí eg haldi tað vera áhugavert hjá føroyingum at vitja í Ísrael, og hjá ísraelum at vitja í Føroyum, sigur Omri.
Hann fegnast um, at Føroyar hava eitt felag sum Vinafelagið Føroyar – Ísrael, og at Føroyar nú eisini hava fingið eina sendistovu í Ísrael. Nýggja sendistovan kann knýta bond millum londini, sigur hann, og vónar hann, at sendistovan verður verandi í nógv ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021
- Skipini eru nú nýggjari, størri, og hava munandi betri manningarviðurskiftir enn tey høvdu tá ið vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðan, sigur Álvur Højgaard
Tíðin er nógv broytt síðan Havfrakt komið í flotan
Farmaskipið Havfrakt kom í føroyska flotan í 2005, og skipið hevur tænt felagnum væl seinastu 16 árini.
Tað var felagið Havfrakt, nú Navigare, sum keypti Havfrakt til Føroyar úr Norra í 2005.
Tá var tað Niclas Højgaard, sáli, sum átti felagið, meðan tað í dag er yngra ættarliðið, sum stendur á brúnni.
Navigare hevur ment seg nógv seinastu árini, og felagið hevur økt munandi um flotan, og hækka støðið á skipunum.
- Skipini eru nú nýggjari, størri, og hava munandi betri manningarviðurskiftir enn tey høvdu tá ið vit yvirtóku fyri nøkrum árum síðan. Tíðirnar broytast, og vit mugu sjálvandi tillaga okkum, sigur Álvur Højgaard, sum er stjóri í felagnum.
Navigare eigur í dag átta skip, umframt at tey hava chartra fimm onnur skip, so samlaða talið er heili 12 skip, sum føroyska felagið hevur í sigling, og sum sigla við farmi mest sum hvønn dag.
- Tíðirnar eru góðar, og tað merkja vit eisini, og tað eru vit sjálvandi sera fegnir um. Vit hava ment okkum nógv seinastu árini, og eydnan hevur verið við okkum seinastu árini, sigur Álvur Højgaard, reiðari.
Reiðarin hevur ikki hug at upplýsa nakað um nakrar søluprís, men sigur at sáttmálin er nøktandi, og at felagið nú er farið at hyggja eftir einum øðrum skipið.
- Man sigur at maður kemur í mans stað, og soleiðis er tað eisini við skipum. Vit skulu hava eitt nýggjari og meira tíðarhóskandi skip fyri Havfrakt, sum hevur tænt fyri seg, og talan verður eisini um eitt størri skip, sigur Álvur Højgaard, sum tó ikki vil siga heilt neyvt enn hvat fyri skip talan er um, sum skal avloysa Havfrakt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021
Ein stórur rútur í barrini ovast á Norrønu fór herfyri meðan skipið var í sigling millum Føroyar og Danmark. Rúturin er skiftur út
Á Erlu Kongsdóttir eru fleiri rútar farnir seinastu tíðina, men tað kemur eisini fyri á øðrum skipum.
Á Norrønu fór herfyri ein stórur rútur í nýggju barrini á ovastu hædd. Hetta hendi, meðan skipið var í sigling millum Føroyar og Danmark, visti Dagur og vika at siga mánakvøldið.
Eingin vandi var á ferð, og nýggjur rútur er settur í.
Fyri Kringvarpinum upplýsir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, at talan var um ein konstruktiónsfeil, og skipasmiðjan hevur átikið sær ábyrgdina fyri hetta, og umvælt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið løggildingina á virkinum hjá Sjógæti aftur, og eingin vøra má tí fara av virkinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri virkið á Eiði ella fisk og kips-bilarnar hjá Sjógæti
Virkið hjá Sjógæti á Norðskála kann ikki longur framleiða matvørur, og eingin vøra má fara av virkinum. Avgerðin var tikin 16. apríl og bannið er galdandi frá hesari dagfesting.
Tað vísir avgerð, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er ónøgd við tilgongdina hjá virkinum at byrja framleiðsluna aftur eftir, at hon varð steðgað aftaná at ov nógv listeriabakteria var í kalt royktum laksi og svartkalva.
Ætlanin var at framleiðslan skuldi byrja stigvíst aftur, men sambært heilsufrøðiligu hevur virkið á Norðskála givið villeiðandi upplýsingar, og hevur framleitt vørur, sum tað hevur fingið forboð at gera.
Eitt starvsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fekk tann 16. apríl eina fráboðan um, at vøra, sum var framleidd í Norðskála, lá í diski í matvøruhandli í Havn. Vøra, sum virkið hevði fingið forboð at framleiða.
Ein eftirlitsvitjan á virkinum sama dag staðfesti, at vørur vórðu framleiddar har, sum virkið ikki hevði loyvi at framleiða.
Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum er virkið hjá Sjógæti á Eiði ikki fevnt av forboðnum og hevur enn sína løggilding. Eisini fisk og kips-bilarnir hava egnu løggilding, og eru heldur ikki fevndir av forboðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Allir tilburðirnir, sum eru staðfestir í Føroyum síðan 25. januar, eru skrásettir í sambandi við uttanlandsferðum
Nú eru tríggir mánaðir síðani koronasmitta varð staðfest innanlands í Føroyum. Seinast var 25. januar. Teir fáu tilburðirnir, sum eru skrásettir seinastu mánaðirnar hava allir havt samband við útheimin.
663 persónar hava higartil fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 662 síðani staðfestir frískir. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Miðlastuðulin verður í framtíðini býttur sundur - ein triðingur til rakstur og tveir triðingar til verkætlanir sambært umsókn
Løgtingið samtykti mikudagin broytingaruppskotið hjá einum minniluta í mentanarnevndini til uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um broytingar í Miðlastuðulslógini.
Harvið er samgongan á tingi samd við sínum fólkum í mentanarnevndini um at ganga burtur frá upprunaligu ætlanini hjá landsstýrismanninum.
Hetta merkir, at játtaði peningurin til miðlastuðul í framtíðini verður býttur upp, so at triðingurin verður latin sum beinleiðis rakstrarstuðul til miðlarnar, eins og skipanin higartil hevur verið, og at tveir triðingar verða latnir sum verkætlanarstuðul, eins og landsstýrismaðurin ynskti.
Lógin fær gildi frá 1. januar 2022 at rokna. Tað vil siga, at miðlastuðulin verður játtaður sambært núgaldandi skipan aftur í desember í ár.
Málið skal hava enn eina viðgerð á tingi áðrenn lógarbroytingin kann setast í gildi.
Andstøðufólk á tingi eru framvegis grundleggjandi ósamd við ætlanina hjá samgonguni um, hvussu privatir miðlar eiga at stuðlast.
Fleiri teirra fýltust á, at landsstýrismaðurin er komin við grundleggjandi broyting uttan at spyrja miðlarnar eftir og eisini uttan at draga miðlarnar við í eina eftirmeting av lógini, sum annars var upprunaliga ætlanin.
Ein roynd at senda málið aftur í mentanarnevndina miseydnaðist. Tey 13 andstøðutingfólkini í salinum atkvøddu fyri, og tey 15 samgongutingfólkini atkvøddu ímóti.
Tá broytingaruppskotið hjá minnilutanum í nevndini (t.e. samgonguuboðini) kom til atkvøðugreiðslu, varð hetta samtykt við teimum 15 atkvøðunum fyri og 13 ímóti.
Undir viðgerðini kom fram, at samgongan er sinnað at hækkað játtanina til miðlastuðul á fíggjarlógini. Seinastu árini hevur árliga játtanin verið tvær milliónir krónur.
Hósdagin varð uppskotið so endaliga samtykt við triðju viðgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Áðrenn kommunuvalið hevði Sjálvstýri fýra býráðssessir í Klaksvík. Nú er eingin eftir. Óli M. Lassen er farin í Fólkaflokkin
Einasti býráðslimur í Sjálvstýri sum var eftir í Klaksvíkar kommunu, nú Jógvan Skorheim herfyri tók seg úr flokkinum, hevur skift flokk, og er farin í Fólkaflokkin.
Óli M. Lassen sigur, at hann ikki sær sín leiklut í Sjálvstýri longur. Tí hevur hann valt at gerast virkin aftur í Fólkaflokkinum, har hann hevur verđi virkin frá ungum árum av, sigur Fólkaflokkurin í fráboðan.
Í býráðshøpið hevur hann verði serliga virkin innan tekniska økið. Hann var formaður í teknisku nevnd í átta ár. Hann var limur í byggi- og býarskipanarnevndini í átta ár og hevur eisini millum annað eisini sitið í havna- og vinnunevndini.
Sjálvstýri fekk til kommunuvalið í 2016 fýra sessir í býráðnum í Klaksvík, og hevði eisini borgarstjóran. Nú, góð fýra ár eftir, hevur flokkurin onga umboðan í Klaksvík.
Fólkaflokkurin hevur seks umboð av teimum ellivu í Klaksvíkar býráði. Borgarstjóran eigur Sambandsflokkurin við Karl H. Johansen, sum er einsamalt umboð í býráðnum fyri flokkin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Nú verður ein roynd gjørd at hava bensinstøðina á Ringvegnum í Havn opið um náttina eisini
Frá í dag at rokna, kanst tú leggja leiðina framvið Magn á Ringvegnum í Havn mitt um náttina, fylla tær tangan, fara inn at rinda og keypa tær okkurt leskandi ella okkurt til matna, og so kanska koyra bilin í vask.
Hendan bensinstøðin hjá Magn fer nevniliga sum eina roynd at hava opið alt samdøgrið, upplýsir Áki Vang Poulsen, retail- og marknaðarstjóri í Magn, fyri FM1.
- Tað eru nógv fólk, sum byrja sín dag klokkan fýra um morgunin, ella hava náttarvaktir og so víðari, so har eru nógv fólk, sum eftirspyrja tænasturnar hjá okkum um næturnar, sigur Áki Vang Poulsen.
Hann sigur, at tað verður stórtsæð sama úrval um náttina, sum um dagin. Tað verði seg tvíflísar av ymsum slag, kaffi, bilvask og annað.
Í minsta lagi tvey fólk verða til arbeiðis á Magn um næturnar, upplýsir Áki Vang Poulsen fyri FM1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Bilasølan Wenzel hevði eitt gott ár í fjør hóast korona. Felagið hevði eitt yvirskot upp á slakar tíggju milliónir, og eigararnir fingu átta milliónir í vinningsbýti
Pf. Wenzel hevði eitt gott ár í fjør. Botnlinjan sigur eitt avlop upp á 9,6 milliónir í mun til eitt yvirskot upp á 12,6 milliónir árið fyri.
Korona gjørdi, at sølan av bilum stegaði upp á vári í fjør, men kortini hevur bilasølan eitt gott úrslit. Bruttovinningurin er 27,1 milliónir í mun til 28,5 milliónir í 2019. Starvsfólkaútreiðslurnar eru farnar eitt vet upp, úr 11 milliónum og upp í 12,6 milliónir krónur.
Eginpeningurin er 27,7 milliónir krónur, og sambært Vinnuvitan.biz hava eigararnir av felagnum fingið átta milliónir í vinningsbýti fyri 2020.
Í roknskapinum stendur, at felagið í ár væntar at virksemið verður á sama støði sum í 2020, og tað kemur væntandi at hava við sær eitt úrslit á sama støði sum í fjør.
Stjóri í felagnum er Rúni Martinsson Djurhuus. Pf. Wenzel umboðar merkini Volvo, Ford og Mazda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at ov høgt innihald av pesticidinum chlorpyrifos er staðfest á appilsinunum, og heilsuvandi kann tí ikki útilokast
Virkið Reitan Distribution A/S afturkallar nú appilsinir í neti. Vøran er av slagnum Navel og kemur úr Grikkalandi.
Orsøkin til afturkallingina er, at tað er staðfest ov høgt innihald av pesticidinum chlorpyrifos á appilsinunum, og heilsuvandi kann tí ikki útilokast, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og borgarar eiga at lata vøruna inn aftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.
Talan er um hesa vøru:
Appilsin í neti
Slag: Navel
Nettovekt: 2 kg
Lotnr.: 90
Upprunaland: Grikkaland
Upplýsing um slag, og upprunaland og lot nr. sæst á merkingini á netinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Ársins fyrstu tríggir mánaðir royndust væl hjá BankNordik. Avlopið var 94 milliónir krónur, og útlitini fyri 2021 eru góð, hóast ein ávís óvissa framvegis valdar
Bæði fyritøkur og húsarhald í Føroyum eru sum heild komin væl ígjøgnum tær fíggjarligu avbjóðingar, ið covid-19 hevur elvt til. Ávísar vinnur eru framvegis nógv ávirkaðar av farsóttini, men kortini hava sera fáir av kundum bankans í løtuni tørv á fíggjarligari hjálp.
– Føroyska arbeiðsloysið er lágt, og nú ferð av álvara er komin á koppsetingarnar, er tað nógv, sum bendir á, at 2021 verður eitt gott ár fyri innlendska marknaðin. Vit vita tó ikki, hvørjar langtíðar avleiðingarnar av covid-19 vera, og hvussu gongdin á útlendsku marknaðunum fer at ávirka føroysku útflutningsvinnuna. Framtíðarútli tini eru sostatt framvegis tengd at einari ávísari óvissu, og tí hava vit sett pening av til møgulig tap, ið kunnu fara at vísa seg, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Fíggja bústaðir um alt landið
Eftirspurningurin eftir sethúsum og íbúðum er framhaldandi stórur, og tað sást aftur í nógva virkseminum, sum var á bústaðarmarknaðinum í fyrsta ársfjórðingi.
BankNordik veitir fígging til bústaðarkeyp og nýbygging um alt landið, og seinastu tíðina hevur áhugin fyri at seta búgv í býum og bygdum uttan fyri høvuðsstaðarøkið verið vaksandi. Tað er samstundis í teimum økjum, at vøksturin í miðalprísum fyri sethús er størst.
Gera tað lættari at velja grønar loysnir
BankNordik leggur seg eftir at veita burðardyggar og tíðarhóskandi tænastur, ið gera tað lætt hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Í tí sambandi fór bankin í mars undir at bjóða eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari hjá kundunum at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Endamálið er at eggja kundum til at skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan og harvið stuðlaundir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.
Danska virksemið endaliga flutt í juni
Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og væntandi verður flytingin av donsku kundunum til Spar Nord endaliga framd í juni. Frameftir fer BankNordik at leggja seg eftir at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og í Grønlandi, harBankNordik í dag hevur umleið 20 prosent av marknaðinum. Fyrr í ár vórðu bygnaðarligar tillagingar framdar til tess at tryggja, at virksemið hjá samtakinum framhaldandi verður rikið so skynsamt sum gjørligt.
Roknskapurin í stuttum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Tryggingarfelagið LÍV kom lutfalsliga væl burtur úr 2020 hóast stóru avbjóðingarnar vegna corona
Í einum ári, har flestallar fyritøkur merktu fíggjarligu avleiðingarnar av covid-19 farsóttini, hava kundar hjá LÍV fingið eitt nøktandi avkast á upp til 5,2 prosent. Harumframt hevur kundatilgongdin gjørt tað møguligt, at LÍV kann lækka umsitingarkostnaðin fyri kundar við marknaðarrentu.
2020 byrjaði væl og væntað varð, at góða gongdin í føroyska búskapinum seinnu árini fór at halda fram, men so kom korona-farsóttin og broytti alt. Farsóttin førdi til, at allur heimurin meira ella minni lat aftur. Hetta hendi eisini í Føroyum 12. mars 2020. Hetta hevði ógvusligar avleiðingar við sær. Nógvar vinnur steðgaðu fullkomiliga frá degi til dags. Partabrævamarknaðirnir lækkaðu ógvusligt, og rentan fall nógv fyrstu tveir mánaðirnar av 2020.
Jan Jakobsen, stjóri á LÍV
- Partabrøvini fullu nógv í fyrru helvt av 2020, og tá valdu vit at hækka partabrævaíløgurnar við tí fyri eyga at fáa ágóðan av hesum, tá prísirnir væntandi fóru upp aftur. Tað gjørdu teir, og tí kunnu vit nú vísa á eitt nøktandi avkast til kundarnar upp til 5,2 prosent, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.
Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava eisini havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini, og felagið ætlar at økja um íløgurnar í Føroyum, um hetta gagnar avkastinum hjá kundunum.
Tryggingarinngjøldini upp og umsitingarkostnaðurin niður
Vøksturin í fólkatalinum og lønarútgjaldinum sæst aftur í samlaðu eftirlønar- og tryggingarinngjøldunum í 2020.
Íalt vórðu inngoldnar 375 milliónir krónur í brutto tryggingargjøldum. Hetta er met og svarar til eina hækking á 11,5 prosent í mun til 2019. Økta inngjaldið, hækkandi talið av viðskiftafólkum saman við tálmandi rakstrarkostnaði hevur lagt lunnar undir, at nevndin hevur samtykt enn einaferð at lækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini í marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið á 300 krónur er lækkað niður á 240 krónur í 2020.
Samanleggingin av LÍV 1 og LÍV 2 optimerar eisini kapitalstøðuna og fer at gera felagið enn meira kappingarført í framtíðini.
Lága rentustøðið er ein avbjóðing fyri eftirlønarfeløgini og fíggjarmarknaðin sum heild, og lága rentan sæst aftur í hækkandi framtíðar skyldum hjá felagnum.
Nýggj kjarnuskipan
LÍV samtakið hevur í januar 2021 sett í verk nýggja kjarnuskipan, sum fer at økja og betra um tænastuveitingarnar mótvegis kundum og samstarvsfeløgum. Nýggjur kundaportalur verður somuleiðis tikin í brúk seinni í 2021. Við nýggju kjarnuskipanini verður m.a. kynsneutral lívrenta sett í verk seinni í 2021
Nevndin afturvald
Á aðalfundinum 28. apríl bleiv nevndin afturvald. Í nevndini eru: Høgni Olsen, formaður, Hanna í Horni, næstforkvinna, Árni Arge, Súni Selfoss og Kári Petersen, nevndarlimir.
Lyklatøl 2020
Bruttoinngjøld 375 mió.kr.
Íløguavskast 129 mió.kr.
Rakstrarkostnaður 18,5 mió.kr.
Úrslit eftir skatt -3,2 mió.kr.
Eginogn 133 mió.kr.
Javni 3,29 mia.kr.
Tíðindaskriv frá LÍV
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Gjaldføri landskassans er gott. Landskassin tók í juni 2020 1,6 milliardir krónur í lán til at fíggja væntað hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021, men hallini á fíggjarlógini í 2020 og 2021 eru væl minni, enn væntað varð, tá lántøkan varð framd. Tískil fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021
Umframt lántøkuna í juni 2020, hevði landskassin eisini gott gjaldføri við ársbyrjan 2020; tað var 600 milliónir krónur omanfyri lógarkravda minstagjaldførið á 2,9 milliardir krónur.
Úrslitið á fíggjarlógini fyri 2020 vísir eitt hall á umleið 300 milliónir krónur, sum er 800 milliónir lægri, enn fíggjarmálaráðið metti hallið fór at verða, tá lántøkan varð framd. Fyri árið 2021 vísir fíggjarlógin eitt hall á umleið 200 milliónir krónur, sum er væl minni, enn fíggjarmálaráðið metti í apríl 2020, tá lántøkan varð framd.
Føroyski búskapurin er higartil sloppin betri enn væntað frá covid-19 farsóttini, og tí fer landskassin sannlíkt at minka um skuldina í juni 2021, tá lán skal rindast aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
92 tingfundir hava verið og teir hava vart í 390 tímar
Tingfundurin hósdagin var hin seinasti fyri ólavsøku. Hesum boðaði Jógvan á Lakjuni, tingformaður frá tá seinasti tingfundurin henda dagin varð slitin.
Síðani ólavsøku hava 92 fundir verið, sum hava vart í 390 tímar.
142 mál eru løgd fram umframt fýra frágreiðingar sambært grein 52 í tingskipanini.
Tvey mál eru ikki komin aftur úr nevnd, men øll hini eru avgreidd frá løgtinginum.
12 skrivligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og 133 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á seks fundum, og 25 ófráboðaðir fyrispurningar á fýra fundum.
134 grein 52a spurningar eru settir higartil, og hesir kunnu setast til á jóansøku.
Fíggjar nevndin hevur havt 42 fundir, uttanlandsnevndin 20, vinnunevndin 22, trivnaðarnevndin 23, mentanarnevndin 7, og rættarnevndin 17 fundir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Talið á gistingum í mars var gott 5.000 fleiri enn í mars 2020 – gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum
Um hálvan mars í fjør stongdu landamørkini, og Føroyar fóru niður í ferð, og tí kemur tað helst ikki óvart á nakran, at gistingarhúsini upplivdu ein stóran vøkstur í talinum á gistináttum í farna mánað samanborið við sama tíðarskeið í 2020.
Sambært Hagstovuni vaks gistitalið við 110 prosentum. Talan er tó um eina minking á 3,7 prosent í mun til mars 2019.
Talið á gistinætum á føroysku gistingarhúsunum í mars var gott 9.500 – gott 5.000 fleiri samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Høvuðsstaðarøkið eigur lutfalsliga størsta partin
Gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Her var vøksturin 124 prosent í mun til í fjør.
Uttan fyri høvuðsstaðarøkið var vøksturin 31 prosent.
Stóri vøksturin í gistináttum sæst aftur við, at parturin hjá føroyingum er trífaldaður í mun til í fjør og tvífaldaður í mun til 2019. Talið á gistináttum hjá dønum vaks við góðum 50 prosentum í mun til í fjør, men hjá fólkum úr øðrum londum var talið á gistináttum so at siga óbroytt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Tó er talið á fongsulsdøgum ikki minkað samsvarandi, og brotini á rúsevna- og vápnalógirnar eru blivin fleiri í tali
Seinastu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað. Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið á fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men síðani er talið minkað støðugt, og í 2020 var tað komið niður í 40, skrivar Hagstovan.
Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi, og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend í talinum á fongslaðum persónum.
Brotini á rúsevnalógina, sum vóru gott 50 fyri 20 árum síðani, eru eisini blivin fleiri í tali, serliga síðani 2012, og nú eru tey meira enn tvífaldað.
Fram til 2010 lógu brotini á vápnalógina um 10 um árið, men síðani er eisini talið á hesum lógarbrotum vaksið, og í fjør var talið 46. Harvið er talið fimmfaldað seinastu 10 árini.
Brotini á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. í 2001 og 2002 var talið 36, men síðani hevur talið lagt seg á eitt støði millum 10 og 15 um árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2021
Seinastu 13 árini er talið á revsilógarmálum minkað úr 1.100 niður í 532 – eingin minking sæst tó í talinum á málum um siðamisbrot
Í 2007 var talið á revsilógarmálum 1.100, og í fjør var talið minkað niður í 532.
Talan er um eina stóra minking á flestu økjum, tó ikki viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri í tali, vísir yvirlit um virksemið hjá løgregluni sambært Hagstovuni.
Tað er serliga herverksmálini og málini um innbrot og stuldur, sum eru vorðin nógv færri í tali.
Fyri 13 árum síðani var talið á herverksmálum næstan 400, men í fjør kom talið næstan niður á 100. Talið á málum um innbrot og stuldur, sum í 2001 var 473, kom í fjør niður á 133.
Málini um harðskap hava sveiggjað nógv - úr 116 í 2006 niður í 25 í 2011 - men samlaða gongdin síðani 2000 vísir tó hóast hetta eina lítla minking, skrivar Hagstovan.
Eingin minking sæst tó í talinum á revsimálum um siðamisbrot. Í 00unum var talið spakuliga minkandi, men seinastu árini er talið vaksið aftur. í 2017 var talið 21, og í 2019 var talið 33.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Í Norðragøtu fekk ein ær fýra lomb. Øll fýra síggja út til at hava tað gott
Tað er ikki hvønn dag, at ein ær lembur fýra lomb, men hetta hendi í Norðragøtu síðsta leygarkvøld.
Steingrímur Ranghamar Hansen legði tvær myndir út á Facebookbólkin “Seyðaáhugað”, og tað hevur fingið nógvar afturmeldingar.
Hann greiðir frá, at ærin er frá á sumri í 2013, og hevur vanliga tvey lomb. Tíðliga í fjør misti hon, men í ár var so “double up”.
Tey fýra lombini, trý veðurlomb og eitt gimburlamb, hava tað gott. Steingrímur Ranghamar Hansen greiðir frá, at tey hava ærina og lombini inni og fylgja við hvussu tey trívast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Ein drona fer komandi tvær vikurnar at flúgva yvir fjarhitaleiðingini í høvuðsstaðnum, tá veður og vindur loyva tí. Talan er um eitt termiskt eftirlit, sum kann staðfesta møguligar skaðar ella lekar í fjarhitaskipanini
Fjarhitaleiðingin í Havn skal eftirkannast við dronu tíðarskeiðið 29. apríl til 15. mai, í tíðarbilum frá kl. 00.00 - 05.00. Dronan hevur ein termiskan sensor, ið mátar hitageislingar frá fjarhitarørunum, og kann staðfesta, um hitin er ov høgur á ávísum støðum. Um leiðingin er ov heit, so eru sannlíkindi fyri skaða og hitamissi ella veikleikum, har lekar kunnu koma á leiðingina. Talan er um grafiskar myndir og ikki um vanligar myndir.
- Hetta er ein skjótur og beinrakin máti at finna møguligar skaðar í skipanini. Soleiðis slepst undan at grava óneyðuga stórt øki upp, um vit fáa illgruna um skaðar, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Kanningarnar skulu fara fram undir ávísum veðurumstøðum fyri at fáa besta úrslitið. Tað skal vera kalt, t.e. -5 til +8 stig, og tað skal vera turt. Vindferðin skal vera í mesta lagi 6 m/sek, fyri at dronan kann hava eina støðuga flúgving, og vætan í luftini skal vera minni enn 90 prosent. Flogið verður í 80-120 metra hædd.
Hitaleiðingin hjá Fjarhitafelagnum er umleið 30 kilometrar til longdar. Hon strekkir seg frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla niðan í Hoyvíkar og haðani ígjøgnum Gundadal oman í miðbýin. Harumframt eru økini við Glasir og oman eftir Landavegnum og økini undir Kongavarða og við Klingurstjørn eisini partar av fjarhitaskipanini. Fjarhitaleiðingin skal komandi árini bindast saman í eina samlaða hitaleiðing fyri høvuðsstaðin – eisini við fleiri nýggjum útbyggingum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Tíggju hval løgdu beinini - grindin kavaði illa og var trupul at reka
Grindin, sum fyrrapartin mikudagin varð funnin í Haraldssundi, var um 15-tíðina hildin til í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina.
Grindin var fyrst mett at vera um 30 hval, men var nógv minni enn tað, tá samanum kom, bert 10 hvalir, verður upplýst úr Hvannasundi.
Grindin var ring at reka og kavaði illa. Møguliga hevur i upprunaligflokkurin verið nakað størri, men tann, sum fekst inn á hvannasund var bert hesir gott 10 hvalirnir.
Tey 85 skinnini vórðu býtt í drápspartar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Navigare hevur selt elsta skipið hjá flagnum til Noregs. Reiðaríið hyggur nú eftir størri og nýggjari skipi
Havfrakt, elsta skipið í flotanum hjá Navigare, er nú selt til Noregs.
Havfrakt var keyptur til Føroyar í 2006 og hevur roynst reiðarínum sera væl.
Skipið er í so lítið til tann farm, sum reiðaríið ynskir, og so eru árini vorðin mong. Tí varð avgjørt at selja skipið.
Reiðaríið hyggur nú eftir størri og nýggjari skipi.
Havfrakt er bygdur í Hollandi í 1979, er 65,8 metrar langur og 10,7 metrar breiður. Motorurin er 883 kW MAK.
Skipið hevur verið í dokk í Pólandi har ymiskt er gjørt við skipið og so hevur tað skift lit.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Nýggja skipið er systurskip til M/S Martin, og skal brúkast til skotsku alingina
Sum liður í íløguætlanini fyri skotska alivirksemið hevur Bakkafrost keypt nýtt tænastuskip.
Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmála við norska felagið Eidesvik Shipping AS um keyp av veitingarbátinum Viking Athene, sum hevur verið veitingarskip í norsku frálandavinnuni. Viking Athene er systurskip til tænastuskipið M/S Martin, sum Bakkafrost keypti í 2016.
- Ætlanin er at umbyggja skipið til tænastuskip í alingini, eins og gjørt varð við Martin og Róland. Nýggj avlúsingarskipan og útgerð í samband við tilbúgving verður sett í skipið. Nú skipið verður yvirtikið og skrásett, skulu ymiskar umbyggingar og tillagingar gerast til okkara tørv. Skipið væntast at verða klárt til at fara í vinnu um Ólavsøkumundið, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.
Nýggja tænastuskipið er 73,4 metrar langt og 16,6 metur breitt og fær navnið Bakkanes. Skipið kemur at arbeiða á aliøkjunum á vestursíðuni av Skotlandi, sigur Sverri Kjærbæk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Á nýggja deplinum Urd í Hoyvík eru pláss fyri 27 fólkum, og tikið verður ímóti fyrstu borgararunum mánadagin
Beint við Dalin Langa er fyrsti umlættingar- og endurmenningarstovnur av sínum slagi í landinum latin upp. Móttøka var hósdagin.
Á nýggja deplinum eru pláss fyri 27 fólkum, og tikið verður ímóti fyrstu borgararunum mánadagin.
Depilin hevur fingið heitið Urd, og hevur kostað góðar 90 milliónir krónur.
- Nú hesin stovnurin letur upp, verður øll umlætting og samdøgursendurmenning savnað í einum nýmótans depli, sum millum mangt annað hevur góðar venjingarumstøður, og sum skal hjálpa borgarum í kommununi at endurvinna og viðlíkahalda førleikar so tey kunnu liva eitt virki lív í egnum heimi sum longst.
- Aftrat hesum er at nevna, at demensdepilin á Tjarnargarði lat upp herfyri - hann tekur sær av demenssjúkum borgarum burturav og veitir millum annað umlætting til borgarar við demens, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu til móttøkuna.
- Umlættingarpláss og pláss í samdøgursendurmenning eita nú eisini »stutttíðarpláss«, sum er eitt tíðaravmarkað uppihald, har tú kanst fáa hjálp alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið,samsvarandi tínum tørvi.
- Tilboðið vendir sær til allar fólkapensjónistar, sum búgva í Tórshavnar kommunu, ið hava tørv á røkt og umsorgan alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið, segði borgarstjórin.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Sáttmáli er undirskrivaður við RTS Contractors, sum skal gera arbeiðið fyri góðar 10 milliónir krónur
Í farnu viku varð sáttmáli undirskrivaður millum RTS Contractors og Hvalbiar kommunu um at byggja havnarlagið á Hamranesi uppaftur. Brimgarðurin fór illa í brimi í februarmánað í fjør.
Øll brimverjan verður gjørd av nýggjum, og kostnaðurin fyri arbeiðið er góðar 10 milliónir krónur, verður upplýst.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í hølinum hjá Hvalbiar kommunu millum Andreas Lamhauge, stjóra í RTS og Janus Thomsen, borgarstjóra.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Nú ber til at taka allar vanligar myndir á staðnum. Starvsfólk á sjúkrahúsinum hava verið við til at skipa fyri, hvussu røntgenhølini skulu innrættast.
Mánadagin var ein serstakur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá nýggja røntgan bleiv tikin í nýtslu.
Suðuroyar Sjúkrahús setti í fjør tveir radiografar í starv fyri at fáa gongd á skannaran, sum var komin á sjúkrahúsið. Síðani varð farið undir eina tilgongd til at útvega nýggja røntgu. Táverandi røntga hevði avmarkingar. Millum annað var ikki møguligt at taka ávísar røntgenmyndir, av til dømis mjadnum og albogum. og tískil noyddist fólk altíð av oynni, tá hetta skuldi gerast.
Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri, hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Alt arbeiðið við at gera hølini klár, er gjørt lokalt í Suðuroynni og er tað nakað, ið sjúkrahússtjórin, Hans Pauli Henryson, fegnast um, og hann sigur, at talan er um eitt stórt arbeiði, ið liggur aftanfyri.
Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at nýggja røntgan er av slagnum Ysio max, er frá frá Siemens og er loftupphongd - mótvegis gomlu røntguni, ið stóð á gólvinum. Hon varð keypt í desember 2020, og í gjár varð røntgan nýtt fyri fyrstu ferð. Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava nú eitt heilt nýtt gjøgnumtonkt høli við nýggjari og sera framkomnari útgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Óvanligt at tað gongur so long tíð áðrenn sjúkan brýtur út
Eftir at hava verið til fiskiskap í 26 dagar í Barentshavinum, mátti eitt norskt línuskip bróta túrin av, tí illgruni var til koronasmittu umborð. Hetta verður mett sum óvanligt.
Eftir 26 dagar til fiskiskap segði ein av manningini umborð á skipinum Rolf Asbjørn, at hann hevði mist smakki- og luktisansin. Hóast tað ljóðaði ósannlíkt, at talan kundi vera um korona, so breyt skiparin túrin av, og fór inn til Tromsø, har staðfest var at tveir av manningini, høvdu smittuna.
Manningin varð sett í sóttarhald í Tromsø og seinni eru níggju av teimum fimtan umborð staðfest positivir, men ongin teirra er vorðin sjúkur, og tað er bert tann eini, sum hevur mist sansin at smakka og lukta, skrivar NRK.
Rolf Asbjørn er heimahoyrandi á oynni Senja, og øll manningin er norðmenn.
Eisini leiðarin fyri koronatilbúgvingini og smittusporingini í Tromsø, Øivind Benjaminsen, undrast yvir, at tað skuldi ganga so long tíð áðrenn sjúkan breyt út.
- Hetta er óvanligt, og vit eru nú í holt við at tosa við manningina fyri at finna útav, hvussu smittan hevur breitt seg umborð, sigur hann.
Enn er tó ov tíðliga at koma við eini niðurstøðu.
- Smittan er helst komin umborð við einum, og hevur sníkt seg runt í fleiri vikur. Tann fyrsti, ið hevur havt smittuna, er frískur nú, upplýsir reiðarin.
Tað at fleiri eru smittað uttan sjúkueyðkenni er tó ikki óvanligt. Tað upplýsir tænastan Radio Medico fyri NRK. Hetta er ein læknavakt fyri skip í Noregi.
Tey siga, at tað er óvanligt, at smittan spjaðir seg so spakuliga. Hinvegin er tað ikki óhugsandi, at tað kann henda umborð á skipum, har arbeitt verður í vaktum, og har manningin er røsk at halda frástøðu og reinføri, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Birkblog-ummæli av nýggja heimildafrilminum Skál hjá Mariu Tórgarð og Cecilie Debell
Tað er Oscartíð og øll tosa um film. Nakrir av teim mest áhugaverdu filmunum hava verið sýndir her heima, men enn er ikki gjørt av, hvør fer at vinna størstu virðislønirnar, besti filmur og besti leikstjóri.
Ja, vinna segði eg, tí hetta er ein kapping uttan líka, ein kapping, ið summi ikki orka at liva við, tí hetta er list og list kappast man ikki um, tí list er leys av kapping og leys av atgongumerkjasølu.
Akkurát í hesum meldurstreymi er djúpa kreppan í filmi í dag.
Meðan biografarnir hava verið stongdir, er full ferð sett á stroyming, so teir filmar, sum søkja ein marknað, langt síðan hava funnið hann.
Úrslitið er kríggj millum biografar og stroymarar. Taparin er áskoðarin, sum vil síggja aktuellan og viðkomandi film á stórum lørifti, men noyðist at taka til takka við skermi, sjónvarpi ella teldu.
Men hóast hesar forðingar eru nakrir filmar, sum bróta karmin og vilja út í verðina, hóst løriftið ikki er í biografi, men bara á sjónvarpsskermi, so miðvísir og sannførandi eru teir í framfýsnum vilja at siga eina týdningarmikla søgu.
Ein teirra er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum leygardagin varð frumstroymdur á donsku heimildarfilmstevnuni CPH:DOX.
Nýtti høvið at logga meg á og síggja filmin, Skál, sum varir 75 minuttir, fyri so lítið sum 49 krónur.
Eins og skotski Mike Day brúkti Pál Weihe sum ein eitt slag av shamanistiskum spámanni á upplýstum grundarlagi gjøgnum allan filmin, The Islands and the Whales, brúka Maria Tórgarð og Cecilie Debell átrúnaðarliga vælgerðarmannin, Leif Erik Niclasen, sum hevði Gullhornið og gevur treingjandi fólki útgingnan mat í filminum Skál. Hóast orðalagið er serstakliga rigoristiskt og fýrakantað, fær hann frá byrjan ein shamanistiskan spámannaleiklut, ið hevur til uppgávu at skilja millum gott og ilt, Jesus og Satan.
Og so byrjar filmurin.
Nakað stirvin í mínum ótolnu eygum, rættuliga bundin av tableautankanum, sum serliga Katrin Ottarsdóttir brúkti í 80’unum. Stirvnar tableausenur rað á rað. Hinvegin kunnu vit eisini siga, at Skál er ein cadeau til Katrin.
Men so kemur gongd á søguna. Sambandið millum definitiva høvuðspersónin, Daniu, og vinkonuna, Marjun, og seinni sjeikin, Trygva. Tann parturin av filminum er beint fram sum í øllum ungdómsfilmum, har lýstu persónarnir støðugt leita, tí teir ivast í tilveruni, sum her hevur eitt eyka bein - religiónina og tað savningarmentan, sum religiónin støðugt definerar heilt níður í smálutir í hesum klaustrofobiska samfelag.
Men so er tað sambandið við ommuna, sum er so briljerandi flott, gott og væl lýst. Abbin kemur eisini inn í myndina, tá Trygvi, sum er sonur taxasjaførin í Auto, sleppur til borðið. Teir hava koyrt í sama bili. Eitt fantastiskt forteljaraelement. Seinni koma foreldur hennara, og pápi hansara, fyri ein stuttan replikk, inn í myndina. Hesi sambond úr nærumhvørvinum bera filmin og gera hann sterkan, og so verdan at bera fram, at hann krøkir í teg og sleppir tær ikki. Her er filmiska missiónin. Nærsambondini.
Tá vit so eisini hoyra um óunniligar telefonuppringar til høvuðspersónin, fáa vit innlit í, hvussu vemmiligur kristin paraksis ikki bara kann verða, men faktuelt er í Føroyum beint nú. So mikið sterkari fata vit tey fyribyrgjandi og bjargandi nærsambond, sum tryggja leitandi gerandisdagin hjá framúr gávuríka høvuðspersóninum, sum sanniliga eisini letur okkum sleppa til morgunmøti við breyðbróting á Toftum.
Eftir siti eg við eini greiðari fatan av, hvussu stóra makt dogmatiskt praktiseraður kristindómur hevur í Føroyum í dag. Men so eru útrásir og plausiblar rýmingarleiðir sum til dømis í Sirkus. Alt ber til, bara kjølfestið er í ordan. Kjølfestið er fyrst og fremst tíni nærsambond og síðan tínar uppdyrkaðu listarligu gávur, í hesum føri sangur og tekstur, ið forloysa listarliga tráandi høvuðspersónin, sum lesur, granskar og hevur yvirskot at søkja sær vegleiðing at virka sum verðsligt listafólk uttan at gloyma samkomuupphavið, hóast tað ikki sleppur at verða so fjøtrandi sum í Breaking the Waves.
Nøkur ár herfyri varð norski filmurin Disco vístur í Havn, tí hann verð mettur at verða so framúr týdningarmikil fyri at fáa eina rætta fatan av ungdómsarbeiðnum í kristnum samkomum. Tann filmurin skuffaði. Nýggi føroyski heimildarfilmurin Skál er nógv áhugaverdari at lýsa júst hesi viðurskifti, ung í samkomum, á ein analytiskan hátt, sum gevur okkum innlit í eina lukkaða verð, og at geva gávuríkum sálum eina vegleiðandi uppskrift uppá, at til ber at dyrka tíni listarligu evnir, hóast tú gongur á møti. Tilveran er ikki so svørthvít, sum sjamanistiski dómadagsprofeturin sigur úr vindeyganum út á Argjum. Hann er ein anakronisma, sum vit mugu gera okkum leys av. Men sum figurur er hann filmiskt líka tølandi sum Samuel L. Jackson í Pulp Fiction tá hann lesur eitt bíbliuvers hjá Ezekiel, tað riggar væl við einum heilfluktara á filmi.
Áskoðarin er takksamur fyri at sleppa innum og at fylgja við Daniu í Skál. Nú er bara eftir at vísa filmin á stórum lørifti herheima við høvuðspersónunum til staðar. Síggi longu fyri mær, at tað verður ein týdningarmikil hending. Kanska hin týdningarmesta eftir at biografarnir lata upp aftur.
Skál fyri flottum avriki. Ein vinnari í mínum eygum og huga.
Filmurin kann síggjast her (49 krónur)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Hetta vikuskiftið er Dansibandsfestivalurin á skránni í Vági
Hetta vikuskiftið er dansibandsfestivalur í Vági. Byrjað varð í gjárkvøldið og hildið verður fram í kvøld.
Í fjør var eingin Dansibandsfestivalur, og í ár hevur áhugin fyri festivalinum verið met metstórur, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Á skránni um vikuskiftið er m.a. dansitónleikur, konsertir, góður matur, og gudstænasta. Fleiri av tiltøkunum kosta, men kostnaðurin er tó íroknaður vikuskiftispassunum til festivalin.
Skráin í dag, leygardagin:
Kl. 10: Gongutúrur við frásøgufólki. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 14: Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Uni Næs, dómpróstur, prædikar. Magni Christiansen framførir undir gudstænastuni.
Kl. 15.30-17: Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum.
Kl. 19.30: Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður búffur, ovnbakaði petit eplir, salat og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið.
Kl. 23: Dansibandsorkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Hans Jacob & vinmenn og Fourmenh.
Kl. 04: Dansurin endar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur havt høvuðsábyrgdina av drúgvum yvirlitsverki í "Sports Medicine" um vøddafysiologi, sum byggir á gransking heilt aftur til 1930'ini
Drúgv yvirlitsgrein (review) er útkomin í Sports Medicine, sum er eitt av heimsins mest viðurkendu vísindaligu tíðarritunum á sínum granskingarøki.
Magni Mohr, professari og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi og -ábyrgdari, og yvirlitsgreinin hevur heitið, “Muscle glycogen metabolism and high-intensity exercise performance: A narrative review”.
Hinir granskararnir, sum eru við, teljast millum mætastu vøddafysiologar í heiminum.
Ofta ganga altjóða granskarar saman um at skriva vísindaligar yvirlitsgreinar, sum neyvt útgreina tey serøki, sum teir hava granskað leingi. Og í hesum føri verður farið heilt aftur í 1930 ́ini eftir granskingarúrslitum og fram til dagin í dag.
Nýggja yvirlitsgreinin viðger, hvussu kolvætulagrini (glykogenið) í vøddakyknunum stýra (regulera) lívevnafrøðiligu tilgongdum frá tí, at ein nervaimpulsur rakar vøddakyknuhinnuna og til kraft og orka verða ment inni í kyknuni, meðan arbeitt verður av grimd. Hetta eru neyðugar tilgongdir fyri, at vøddin kann arbeiða og framleiða orku á munadyggan hátt.
- Í 1939 vístu donsku granskararnir Christensen og Hansen á eitt greitt samband millum kolvætuevnaskiftið í vøddum øðrumegin og kropslig avrik hjá menniskjum hinumegin, greiðir Magni Mohr frá.
- Í 1960’unum, tá vøddabiopsimetodan varð uppfunnin, vístu navnframi Bengt Saltin og hansara starvsfelagaðar fyri fyrstu ferð við beinleiðis mátingum á, at nøgdin á vøddaglykogeni er tætt knýtt at langtíðaravrikum. Síðan hava vit og onnur víst, at vøddaglykogen verður niðurbrotið ymiskt í ymiskum sløgum av vøddafiprum og ymsastaðni í vøddakyknuni, sum so aftur vísir á serstøku og fjølbroyttu leiklutirnar hjá glykogeninum, sigur professarin.
Magni Mohr er so sera fegin um hesa nýggju greinina.
- Ja, tí talan er um eina umfatandi grein, har vit eru fleiri altjóða granskarar við sterkum profilum á vøddafysiologiska økinum, sum hava arbeitt saman. Millum annað hevur Lawrence Spriet frá University of Guelph í Kanada kannað leiklutin hjá vøddaglykogeninum í eini hálvthundrað ár og er ein av teimum heilt stóru arbeiðsfysiologunum seinastu áratíggjuni.
- Talan er eisini um eitt dygt yvirlit yvir grundgransking, sum hevur alstóran týdning fyri at betra um avrikini í úrvælsítrótti og fyri betur at skilja grundirnar til vøddamøði undir hørðum arbeiði, eins væl og at skilja nakrar av høvuðsmekanismunum í evnaskiftissjúkum, sum typu 2 diabetes, sigur Magni Mohr.
Magni Mohr, sum telist millum mest endurgivnu føroysku granskararnar í vísindaligum bókmentum, samanber stóru yvirlitsgreinina við ein vísindaligan varða, sum hann væntar, at vøddafysiologiskir granskarar í komandi tíðum javnan fara at leita aftur til.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Festivalurin ætlar at selja 4.000 atgongumerkir
Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjørt av, at festivalurin verður hildin í summar.
Festivalurin í ár verður 20. útgávan av G!, og tað fer festivalurrin at hátíðarhalda.
2.000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2.000 atgongumerkini verða nú løgd út til sølu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða løgd út 11. mai.
- Støðan kennist nú somikið trygg, at vit hava valt at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvør Laksá, stjóri á festivalinum.
- Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava koronu í Föroyum og at tað tí ikki burdi verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4.000 fólk, uttandura. So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvør.
Festivalurin hevur eina fíggjarætlan á 5,5 milliónir og 1.800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.
Nógv spennandi nøvn á G! í summar
Hóast óvissuna hava fyrireikararnir arbeitt leingi við eini spennandi skrá. Útlitini fyri longri uttanlandsferðum eru kanska ikki heilt góð enn, men soleiðis sum stöðan er í Föroyum, eigur ikki nakað at verða til hindurs fyri, at vit í Føroyum kunnu borðreiða við einari góðari festival uppliving.
Nógv kend növn eru á skrá til G! í summar. José González, Asaf Avidan, Tessa, Katatonia okkara egna Eivör og enn fleiri növn verða kunngjörd í næstum. Á gfestival.fo ber til at kunna seg um növnini og möguligt er eisini at keypa atgongumerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Nú er 10 mánaðir eftir at skriva í. Bókhandlarafelagið skipar fyri skaldsøgukapping
Bókhandlarafelagið kunngjørdi skaldsøgukappingina á Bókadøgum 2020. Hesaferð er ikki avgjørt frammanundan, hvat tema skaldsøgan skal snúgva seg um. Tað kann vera ein søgulig skaldsøga ella vísindaskaldskapur (science fiction), álvarssom ella skemtilig, og hon kann snúgva seg um fisk, politikk, kærleika ella brotsverk ella okkurt heilt fimta. Bert hugflogið setur markið.
Bókhandlarafelagið skrivaði ta fyrstu kappingina út í 2014. Marjun Syderbø Kjelnæs vann heiðursløn fyri handritið til skaldsøguna “Óendaliga Vera”.
Næstu kappingina, sum bókhandlarafelagið setti í gongd í 2017, vann Oddfríður Marni Rasmussen við handritinum til “Ikki fyrr enn tá”, ið var útgivin í 2019, og nú skipa bókhandlarnir á triðja sinni fyri handritakapping.
Forlag H.N. Jacobsens hevur útgávurættin til skaldsøguna, sum vinnur kappingina, og kemur saman við rithøvundanum at ritstjórna handritið.
Freistin at lata inn skaldsøguhandritið er 1. mars 2022.
Í Bókhandlarafelagnum eru H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Nógv tiltøk eru á skránni – eitt nú rokkkonsert við dreingja-rokkorkestrinum Jassunum úr Runavík
Børn kunnu sáa agurkir, læra at tekna smálutir, rokka til Jassarnir og nógv annað, tá Norðurlandahúsið bjóðar til Barnaviku 1. til 9. mai. Skráin er sum vanligt skræddaraseymað til børn, og har verða upplivingar til allar sansir.
Í plantuverkstovuni eru undirvísararnir Birgith Lassen og Ingilín D. Strøm til reiðar at greiða frá, hvussu tú kanst dyrka ymiskt leskiligt heima við hús. Her snýr tað seg um at fáa mold ímillum fingrarnar og sáa smá fræ, ið seinni, heima í vindeygakarminum ella á altanini, gerast til agurkir og piparfruktir.
Í tekniverkstovuni undirvísa tær báðar listakvinnurnar Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen í at tekna smálutir og ikki minst at veruliga hyggja at myndevninum. Tí at tekna er at síggja. Síggja skap, linjur, litir, ljós og skugga.
Lundarnir Luddi og Lundisa eru eisini á skránni, eins og vikan eisini bjóðar finskan leik, hipp-hopp framførslu, sang, frásøgu, kanningarferð til Sandagerð og konsert við Jassunum.
Fleiri av tiltøkunum eru longu útseld, so tað ræður um at skunda sær, um ein vil hava atgongumerki.
Jassarnir spæla í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 7. mai
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Tiltakið verður 2. mai í sambandi við, at Bókadeildin gevur út bókina Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn
Sum partur av Barnavikuni í Norðurlandahúsinum, sum verður í døgunum 1. – 9. mai, verður plantuverkstova í forhøllini í Norðurlandahúsinum sunnudagin 2. mai.
Tiltakið er í sambandi við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bókina Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn.
Bókin er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um ein eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm. Á plantuverkstovuni verður m.a. farið í holt við at gera urtapottar úr avíspappíri.
Kirsten Bradley hevur skrivað bókina Sprettur og spírar – urtagarðsbók til børn, og Beinta Johannesen hevur týtt úr enskum.
Bókin kemur til Bókaklubbalimir, sum eru 7-8 ár, í apríl, og verður eisini til keyps í bókhandlunum tá. Bókin verður eisini til sølu í Norðurlandahúsinum alla Barnavikuna, og sunnudagin 2. mai verður Bókadeildin harumframt til staðar í húsinum og selur aðrar bøkur. Allar bøkur verða hendan dagin seldar fyri serprís, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.
Undirvísararnir á plantuverkstovuni eru Birgith Lassen, og Ingilín D. Strøm, urtagarðsáhugaðar og ávikavist fyriskipari av og luttakari á urtagarðsátakinum Býarfesti. Ingilín og Birgith elska at sáa og velta og fara at leggja børnunum lag á.
Verkstovan er fyri tey, ið eru í aldrinum umleið 7-11 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Filmurin hjá danska leikstjóranum Thomas Vinterberg vann fyri "Besta altjóða film", tá virðislønirnar vórðu handaðar mánanáttina
Danski filmurin "Druk" varð mánanáttina heiðraður við Oscar-virðislønini fyri besta altjóða film.
"Druk" er leikstjórnaður av Thomas Vinterberg
– Hetta er størri enn alt, eg nakrantíð havi kunnað ímynda mær, burtsæð frá, at eg altíð havi ímyndað mær hetta.
– Síðan eg var fimm ára gamal havi eg fyrireikað røður á tokstøðum, í skúlanum ella á vesinum, og her eri eg, og tað er veruligt. Tað er frálíkt.
Soleiðis byrjaði takkarrøðan hjá leikstjóranum.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2011 at ein danskur filmur vinnur ein Oscar fyri besta altjóða film.
Fyri tíggju árum síðani var tað filmurin "Hævnen" hjá Susanne Bier, sum vann ein Oscar. Millum leikararnar er Ulrich Thomsen, sum hevur høvuðsleiklutin í føroysku krimisendirøðini Trom, sum verður tikin upp í hesum døgum.
Thomas Vinterberg var eisini tilnevndur í bólkinum "Besti leikstjóri", men har vann hann ikki. Har var tað kinesiska Chloé Zhao, leikstjóri handan filmin "Nomadland", sum fór av stað við virðislønini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Alibrúkið skal ætlandi framleiða 20.000 tons av laksi um árið
Íslendingar eru farnir undir at byggja eitt risastórt alibrúk á landi nærhendis þórlákshöfn á Suðurlandinum. Brúkið kemur væntandi at framleiða umleið 20.000 av laksi um árið og fer at hava 150 fólk í arbeiði, skrivar RÚV.
Tað er eitt rættiliga nýtt felag, stovnað av seks íslendskum íverksetum, Landeldi ehf., sum letur støðina byggja beint vestan fyri Þorlákshöfn.
Ein av monnunum, Ingólvur Snorrason, sigur soleiðis við RÚV.
- Hetta er heilt serligt. Vit hava lætta atgongd til sjógv, støðin liggur væl fyri í mun til havnina í Þorlákshöfn, liggur heldur ikki langt frá floghavnini, og her er nógv vitan í økinum.
Þorlákshöfn er rættiliga stór havn. Tað er her farmaskipini hjá Smyril Line, Mykines og Mistral, sigla til og frá ávikavist Rotterdam og Hirtshals
Altjóða alivinnan er altsamt farin meira at kanna møguleikarnar fyri at ala á landi, tí við hesum mátanum slepst undan at aldur laksur verður mistur og eisini kann forðast fyri, at skarn og fóður dálkar umhvørvið á sjónum.
Komandi alibrúkið hevur fingið umhvørvisgóðkenning til at framleiða 6.000 tons av laksi um árið, men ætlanin er at víðka hetta til 20.000 tons. Roknað verður við, at fyrstu fiskarnir frá nýggja alibrúkinum við Þorlákshöfn kunnu slaktast móti endanum av 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Flótandi verkið kom fram um vikuskiftið
Heimsins máttmiklasta sjóvarfalsturbina verður verkið kallað, sum farna vikuskiftið kom fram til Orknoyggjar, og sum í næstum verður knýtt at elkervinum á oyggjunum. Tað varð sleipað til Orknoyggjar úr Dundee í Skotlandi, har tað er bygt.
Orknoyggjar verða mettar sum eitt av støðunum í heiminum, har sjóvarfallið er harðast, og tí hevur skotska felagið Orbital Marine Power sett seg niður í oyggjunum, ið liggja beint norðan fyri Skotland.
Talan er um eitt flótandi verk, sum verður lagt í streymharðan sjógv. Undir hesum langa flótandi skrokkinum eru tvær myllur á tveimum ørmum, ið kunnu regulerast upp og niður.
Ætlanin er at hetta verkið, kallað Orbital O2 skal leggjast í Fall of Warness nærhendis býin Stromness, har granskingardepilin The European Marine Energy Centre, EMEC, eisini heldur til.
O2 verður í næstum knýtt til el-netið í Orknoyggjum, og so er ætlanin at prógva, at henda tøknin kann brúkast til ravmagnsframleiðslu úti á streymasjógvi.
Ætlanin hevur verið í gongd í 15 ár, skrivar orknoyska blaðið, The Orcadian. Verkið vigar 680 tons, og turbinurnar framleiða 2 megaWatt og talan er sostatt um størstu turbinu av sínum slag í heiminum.
Eftir ætlan skal hetta verkið vera ført til at veita ravmagn til 2.000 vanlig bretsk húsarhald, og tað merkir, at eitt slíkt verk kann spara umhvørvinum fyri 2.200 tonsum av koltvísúrni.
Felagið, sum stendur fyri hesum streymorkuverkinum er Orbital Marine Power, sum heldur til í Orknoyggjum og Edinburgh.
Flótandi skrokkurin er 74 metrar langur og á tveimum ørmum undir skrokkinum eru tvey mylluhøvd, nacellur, sum kunnu framleiða 1 megaWatt hvør. Tvær mylluveingir, 10 metrar til longdar, eru á hvørjum mylluhøvdi. Myllurnar taka sostatt megi frá einum øki á 600 fermetrar, verður sagt.
Flótandi verkið verður ankrað fast á staðnum við sterkum ketum.
Til sammetingar kann sigast, at drekarnir, sum eitt svenskt felag hevur liggjandi í Vestmannasundi í samstarvi við Sev, framleiða 110 kiloWatt. Fyritøkan, Minesto, sigur tó, at ætlanin er at koma upp á eindir, ið kunnu framleiða 1,2 megaWatt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
83 ára gamli Anthony Hopkins vann mánanáttina virðislønina í bólkinum "Besti mannligur høvuðsleikari"
Tað gjørdist bretski sjónleikarin, Anthony Hopkins, sum mánanáttina fór avstað við virðislønini "Besti mannligi Høvuðsleikari", tá handanin av Oscar-virðislønum fór fram fyri 93. ferð.
Hann vann fyri leiklut sín í filminum "The Father", har hann spælir ein maður, sum er raktur av demens. Hann møtti ikki sjálvur til handanina í Los Angeles.
Anthony Hopkins er 83 ár, og er hann sostatt elsti leikarin, sum hevur vunnið eina Oscar-virðisløn. Anthony Hopkins hevur nú sligið metið hjá Christopher Plummer, sála, sum vann fyri besta mannliga hjáleiklut í 2012, tá hann var 82 ár.
Áðrenn handanina varð annars gitt, at Chadwick Boseman, sum doyði av tarmkrabba í august í fjør, fór at fáa hesa virðislønina.
Chadwick Boseman, sum gjørdist 43 ára gamal, varð tilnevndur fyri leiklut sín í filminum "Ma Rainey's Black Bottom". Tá Golden Globe virðislønirnar vórðu handaðar í februar, vann hann í bólkinum "besti mannligur sjónleikari í einum dramafilmi".
Sjónleikarayrkisleiðin hjá Anthony Hopkins strekkir seg yvir næstan seks áratíggju, og helst er hann best kendur sum Hannibal Lecter í "Silence of the Lambs" frá 1991. Eisini fyri hendan filmin fekk hann eina Oscar-virðisløn fyri at vera "Besti mannligur høvuðsleikari".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Síðan 2007 hevur royking verið bannað í tokunum hjá DSB, men summir reglar tykijast ikki at vera galdandi fyri drotningar
Farna fríggjadagin fór Margreta drotning við toki frá høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn til suðurjútska býin Kolding saman við systir sínari, Benedikte prinsessu. Endamálið var at vitja eina røð av listaframsýningum.
Tær báðar ferðaðust í serliga tokvogninum hjá Kongshúsinum.
Á Facebook-síðuni hjá Kongshúsinum stendur eitt sindur um tokvognin, sum var ein gáva til drotningina frá DSB í sambandi við 60 ára føðingardag hennara fyri 21 árum síðani.
Har stendur, at vognurin vigar 50 tons, og er innrættaður við danskari list og møblum úr donskum sniði, og at DSB mátti brúka 300.000 krónur upp á viðlíkahaldsarbeiði í 2018.
Tað, sum hevur vakt ans á sosialu miðlunum, bæði í Danmark og í útlondum, er tó, at tokvognurin hevur eitt øskubikar.
Tað er ikki nakað loyndarmál, at Margreta drotning roykir, men síðan 2007 hevur tað verið bannað at roykja í tokunum, men tað bannið er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri drotningina.
Nógvir brúkarar á sosialu miðlunum, ið hava viðmerkt myndina, siga seg eisini halda, at tað er fínasta slag, at drotningin sleppur at roykja, tá hon koyrir við tokinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Talan var um eina royndarkonsert, sum hevði til endamáls at kanna, hvussu nógv korona spjaðir seg á konsertum og øðrum líknandi tiltøkum
Í mars mánað luttóku uml. 5.000 fólk á serligari royndarkonsert í Barcelona, har endamálið var at kanna smittuspjaðingina í sambandi við konsertum og øðrum tiltøkum.
Øll royndarfólkini vórðu staðfest negativ áðrenn tiltakið, øll høvdu munnbind, og ikki var neyðugt at halda frástøðu.
14 dagar eftir tiltakið kundi staðfestast, at bert seks av konsertgestunum vórðu staðfestir positivir fyri koronu, og granskarar hava staðfest, at fýra teirra vórðu smittaðir aðrastaðni.
– Har er einki, sum bendir á, at talan var um nakra smittuspjaðing undir konsertini, sigur Josep Maria Llibre, serfrøðingur í ígerðarsjúkum, sambært BBC.
Bólkurin, sum framførdi á konsertini, Love of Lesbian, skrivar soleiðis á sosiala miðilin Twitter:
– Vit vóna, eftir hetta frálíka úrsliti, at mann nú fer at lurta eftir mentanarheiminum, sum hevur uppiborið at verið hoyrdur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Enn er ikki greitt, hví KRI Nanggala sakk mikudagin í farnu viku, men hildið verður, at streymslit kann hava verið orsøkin til, at manningin misti tamarhaldið á kavbátinum – 53 fólk vóru umborð
Myndugleikarnir í Indonesia furnu farna vikuskiftið kavbátin KRI Nanggala, sum herurin hevði leitað eftir í nakrar dagar. Boðað varð frá, at øll fólkini umborð eru deyð.
Kavbáturin var við í eini hernaðarvenjing norðan fyri indonesisku oynna Bali síðsta mikumorgun. Báturin fekk loyvi at kava, og síðani misti herflotin sambandið við hann.
Leygardagin boðaði indonesiski herurin frá, at teir hildu seg hava funnið kavbátin á umleið 850 metra dýpi. Kavbáturin var bert gjørdur til at kava í 500 metra dýpi.
Herurin fann fleiri vrakpetti og lutir, sum helst stava frá kavbátinum, og sunnudagin varð staðfest, at myndugleikarnir høvdu funnið fram til kavbátin, og roknað verður nú við, at øll 53 fólkini umborð á bátinum eru deyð.
Sjónbandaupptøka av kavbátinum (Mynd: EPA)
Tað er ikki greitt, hví kavbáturin sakk. Myndugleikarnir arbeiða m.a. útfrá einum ástøði um, at tað var eitt streymslit, sum elvdi til, at manningin misti tamarhaldið á kavbátinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Nýggjur A-landsliðsvenjari í hondbólti er settur frá 1. juli, tá sáttmálin við Sonni Larsen og Dia Midjord gongur út
Sáttmálarnir hjá Hondbóltssambandinum við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út í juni á ár. Í hesum sambandi hevur Hondbóltssambandið sett Peter Bredsdorff-Larsen sum nýggjan landsliðsvenjara hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Peter Bredsdorff-Larsen er kent andlit í altjóða hondbólti og hevur seinastu 7 árini verið venjari hjá monnunum hjá Bjerringbo-Silkeborg Håndbold í bestu donsku deildini. Hjálparvenjari í Bjerringbro-Silkeborg hevur verið Lars Møller, og tað eru júst hesir báðir, sum nú skulu standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum.
Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller taka við størvunum 1. juli, tá sáttmálarnir við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út.
Peter Bredsdorff-Larsen er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Hann var hjálparvenjari hjá danska manslandsliðnum í tíðarskeiðnum 2005–2015, har teir vunnu fleiri heiðursmerki, m.a. EM-gull í 2008 og 2012. Sum venjari í bestu donsku deildini hevur Peter Bredsdorff-Larsen luttikið í DM- og steypafinalum við trimum ymiskum feløgum, og gjørdist hann eisini danmarksmeistari við núverandi felagnum Bjerringbro-Silkeborg í 2016.
Peter Bredsdorff-Larsen hevur útbúgving sum Master í Organisatorisk Coaching og Læring frá Aalborg universiteti.
Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir tveir heimadystir hesar dagarnar. Í gjárkvøldið móti Kekkia og sunnudagin klokkan 17 móti Russlandi í Høllini á Hálsi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Føroyska manslandsliðið var aftanfyri 8-12 stutt fyri stegðin, men stríddi seg innaftur í dystin og tá tað skuldi avgerast, vóru okkara stinnari
Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, og føroyska verjan stóð væl. Men so fingu føroysku skjúttarnir trupulleikar av Martin Galia. Næstan líkamikið hvar skotið var frá, var 42-ára gamli málverjin fyri og hann hevði millum annað nakrar stórbjargingar.
Samanlagt bjargaði Galia tíggju skot í 1. hálvleiki, og leingi stóð hann við yvir 50 prosentum (hevði fleiri bjargingar enn mál komu ímóti). Tað byrjaði at minna eitt sindur um dystin í Kekkia í síðsta mánaða, har Thomas Mrvka var ein marra hjá føroysku skjúttunum. Men ímóti endanum av fyrra hálvleiki skoraðu Føroyar trý mál á rað, so at munuurin fór frá fýra til eitt í stegðinum.
Elias á Skipagøtu var við í meira enn helmingin av málunum í fyrra hálvleiki (skoraði ella legði upp til seks mál), Filip Jojic var tryggur uppá øll síni trý brotskøst, Peter Krogh kom inn og fekk tvey góð mál, men Jónas G. Djurhuus kom ikki heilt í gongd, tá hann kom á vøllin, Kjartan Johansen var bert á vøllinum í tíggju minuttir - orskaða av fótinum - og fekk einki burturúr, Hákun West av Teigum fekk onga skotroynd, og Sjúrður Olsen, sum annars skoraði trý góð mál, brendi tveir opnar møguleikar av hinum vonginum.
Í 2. hálvleiki komu Viking Stavanger-bakspælarnir av álvara í gongd, og saman við Eliasi fingu Jónas og Kjartan av álvara føroyska spælið í gongd. Pætur fekk enn eitt mál av strikuni, Sjúrður var tryggur úr nakað spískum vinki, tá hann skuldi, Filip skoraði enn eitt brotsskast, Hákun fekk tveir góðar bóltar útfrá Elias og var tryggur - vongurin fann einaferð fyrrverandi Skanderborg-liðfelagan til ein frálíkan flúgvara - og Teis Horn Rasmussen gjørdi vart við seg við trimum málunum. Eitt av málinum hjá Teis kom, tá hann fangaði leysa bóltin eftir eina stórbjarging hjá Tórða Guttesen og kastaði bóltin í eitt tómt mál.
Føroyingar spældu skjótari i 2. hálvleiki, og hetta ørkymlaði tungu kekkisku verjuna. Sum oftast spældu okkara seg til rímiliga frí skot, og skotini vóru í høvuðsheitinum trygg. Tó so, hevði Galia nakrar góðar bjargingar eftir steðgin. Í hinum endanum høvdu kekkar heldur ikki stórvegis trupulleikar at skjóta mál, hóast føroyska verjan í fleiri álopinum stóð væl. Dygdin hjá serliga Matej Klima, ið skoraði seks mál eftir steðgin, hjá Jakub Hrstka, og innspælinum til strikuna, gjørdu tað trupult hjá Føroyum, og Tórður Guttesen og Nicholas Satchwell fingu ikki heilt fatur.
Ímóti endanum eydnaðist tað tó. Hetta var eftir, at tað hevði verið stegður í eina góða løtu, tí klokkan ikki riggaði heilt, sum hon skuldi, í samband við at ein útvísing hjá Galia skuldi koma uppá. Royndi málverjin hevði í samband við eitt time-out víst sína ónøgd við, at tað ikki varð dømt brotskast stutt framundan, og føroysku dómararnir góvu honum eina útvísing.
Av tí at ein av litavisku dómarunum, ið kom til landið í gjár, fekk staðfest koronu, heitti evropeiska hondbóltssamgongan á Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimsvík um at stýra EM-undankappingardystinum, soleiðis at dysturin skuldi spælast. Kekkar vildu ikki hava uppgerðina úrsetta fyri triðju ferð, og teir góðtóku at føroyingar dømdu. Jógvan og Bárður komu eisini væl frá uppgávuni.
Bárður Brimsvík og Jógvan Skeel Nolsøe dømdu í kvøld altjóða dyst á fyrsta sinni - landsmenn stóðu á aðrari síðuni (Mynd: Sverri Egholm)
Dysturin endaði við, at dómaraparið dømdi álopsfeil móti kekkiska liðformanninum, Roman Becvar, tá hann royndi at troðka seg ímillum Brand Halgirsson og Elias á Skipagøtu. Júst Brandur hevði spælt ein týðandi leiklur í kontraspælinum hjá Føroyum - hoyvíkingurin fór ofta upp við bóltinum í fyrstu bylgju, og verjuserfrøðingurin legði upp til fýra mál við góðum fríspælingum. Føroyar løgdu seg á odda, tá átta minuttir vóru eftir, og tað kókaði veruliga í høllini hesa løtuna - eins og tað gjørdi, tá Tórður hevði tvær stórbjargingar, tá kekkar misnýtti brotskast, tá Elias smekkaði bóltin upp í málhornið til +2. Eftir at Rói Berg Hansen, ið sat á bonkinum allan dystin, hevði heitt á áskoðarnar um at hjálpa seinastu løtuna, og lurtað var eftir vongleikaranum.
Undir einum time-outi, tá eitt korter var eftir, tók Rói Berg Hansen "eina rundu" í høllini, og hann fekk av álvara áskoðarnar í gongd...umframt eitt gult kort (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar høvdu møguleika at leggja seg á odda 28-26, tá beint undir ein minuttir var eftir. Men heimaliðið fekk ikki skot á, og dómararnir dømdu fyri nøl. Kekkar fóru avstað, men verjan var væl fyri, og so tók Becvar møguleikan, tá nøkur sekund vóru eftir. Tað eydnaðist ikki, kekkar vóru í øðina inn á dómaraparið, men so at siga øll hini í høllini kundu stórfegnast.
Hetta var fyrsti EM-undankappingarsigur hjá einum føroyskum manslandsliðið, og hann kom í hús, eftir at leikararnir vísti ógvuliga sterkan vilja og mentalitet, umframt hondbótlsdygdir á høgum stigi. Kekkia hevur verið til nógv endaspøl seinastu árini, og endaði á 6. plássi í EM í 2018, so talan var um sterka mótsstøðu - í Kekkia í seinasta mánaða var munurin átta mál.
Undankapping til EM-endaspælið 2022
30. apríl, Høllin á Hálsi
Føroyar - Kekkia 27-26 (11-12)
Dystargongdin
5. min: 2-1
10. min: 3-3
15. min: 4-6
20. min: 6-9
25. min: 8-10
35. min: 13-15
40. min: 16-17
45. min: 19-21
50. min: 23-23
55. min: 25-24
Málskjúttar hjá Føroyum
Sjúrður Olsen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Filip Jojic 4 (4)
Kjartan Johansen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Peter Krogh 2
Pætur Mikkjalson 2
Hákun West av Teigum 2
Jónas Gunnarson Djurhuus 1
Bjargingar:
Tórður Skorheim Guttesen 3
Nicholas Satchwell 2
Flest upplegg: Elias á Skipagøtu (8)
Útvísingar: Brandur Halgirsson 1, Peter Krogh 1
Rógvi Dal-Christiansen var eisini á vøllinum
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
Russland 8 stig
Kekkia 5 stig
Ukraina 5 stig
Føroyar 2 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Russland vann mikukvøldið 31-24 móti føroyska A-landsliðnum. Liðini hittast aftur sunnudagin
Tað var ongantíð nakar ivi í Moskva mikukvøldið, har russiska landsliðið í hondbólti tók ímóti okkara monnum.
Russar løgdu seg á odda beinanvegin í dystinum, og vóru á odda við seks málum, 16-10, í hálvleikinum. Góða gongdin hjá Russlandi helt fram í seinna hálvleiki, men skifti móti endanum slakaðu russar nakað, og munurin minkaði niður í fýra mál, 28-24.
Til síðst drógu russar frá aftur, og vunnu við sjey málum. Úrslitið gjørdist 31-24 til Russland.
Fríggjadagin skuldu Føroyar spæla aftur, og tá verður tað ímóti Kekkia í Høllini á Hálsi. Sunnudagin spæla Føroyar og Russland eisini í Høllini á Hálsi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
B36 fór við sigri sunnudagin fram um ÍF, og kom upp í topp-fimm. Hini toppliðini vunnu sínar dystir, og stigamunurin í oddinum er tí júst hin sama sum undan umfarinum
Stigamunurin í oddinum í Betri deildini hjá monnum er nærum hin sami sum tá sjeynda umfar varð bríkslað í gongd sunnudagin.
Dystirnir háttaðu seg soleiðis, at tey, sum man undan kappingarbyrjan metti at vera topp-fimm lið, spældu ímóti botn-fimm liðunum, og hóast onkur óvæntað støða helt sær eina løtu, kom einki óvæntað úrslit.
Á Tórsvølli varð spennandi eina løtu tá Símun Sólheim minkaði um munin fyri EB/Streym til 2-1 til heimaliðið, og tá Ragnar Samuelsen løtu seinni sá reytt og mátti av vølli. Fleiri mál komu kortini ikki, og B36 vann dystin 2-1.
Eisini ÍF leyp hvøkk á eitt topp-fimm lið, tá Jan Ellingsgaard javnaði til 1-1 eftir spæl í 25 minuttir. Tað helt ikki leingi, tí lítla løtu seinni var Jens Joensen óheppin og koydi bóltin í egið mál. KÍ vann dystin 4-1.
Á Svangaskarði gekk leingi áðrenn hol kom á. Ikki fyrr enn 69 minuttir vóru leiktir, legði Mikkel Elbæk Jakobsen runavíkingar á odda. Og í einari roynd at rudda bóltin burtur, setti Oddur Højgaard hjá NSÍ bóltin í egið mál, og gjørdi støðuna til 1-1. Eitt stig hevði verið kærkomið hjá B68, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni, men soleiðis skuldi ikki vera. Dysturin varð avgjørdur við einum sjálvmáli frá B68 í 87. minutti, og úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ.
Víkingar vóru á vitjan á Dungasandi í Sørvági. Tíðliga í dystinum leyp Predrag Jeremic hvøkk á felagsliðið í Gøtu og Leirvík, tá hann legði 07 Vestur á odda. Gleðin var stokkutt, tí upp á eitt korter skoraði Andreas Lava Olsen hatrikk, og legði Viking á odda 3-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Vágamenn komu væl út til seinna hálvleik, og tá ein góður tími var leiktur bragdaði við máli frá Martin Heilberg Pettersen. Lítla løtu aftaná kom 07 Vestur aftur í eina góða støðu í brotsteiginum hjá Víkingi, men tað var í hinari síðuni, at avgerandi málið kom. Tað var frá Sølva Vatnhamar eftir 68 minuttir. 4-2 til Víking.
Í Trongisvági, har HB var á vitjan hjá TB, var eingin ivi. Greipuvinnararnir frá í fjør vunnu 4-0 móti tveimum svørtu og hvítu, sum liggja aftast í deildini við bara einum stigi.
TB - HB 0-4 (0-2)
5’ Adrian Justinussen 0-1
19’ Mikkel Dahl 0-2
67’ Stefan Radosavljevic 0-3
86’ Adrian Justinussen 0-4
B36 - EB/Streymur 2-1 (2-0)
10’ Bjarki Nielsen 1-0
20’ Brian Jacobsen 2-0
78’ Símun Sólheim 2-1
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
8’ Páll A. Klettskarð 0-1
24’ Jan Ó. Ellingsgaard 1-1
29’ Sjálvmál 1-2
38’ Jasper Van der Hayden 1-3
90’ Jonn Johannesen 1-4
B68 - NSÍ 1-2 (0-0)
69’ Mikkel Elbæk Jacobsen 0-1
82’ Sjálvmál 1-1
86’ Sjálvmál 1-2
07 Vestur - Víkingur 2-4 (1-3)
8’ Predrag Jeremic 1-0
17’ Andreas Lava Olsen 1-1
22’ Andreas Lava Olsen 1-2
32’ Andreas Lava Olsen 1-3
64’ Martin Heilberg Pettersen 2-3
68’ Sølvi Vatnhamar 2-4
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Við framúr frísparki beint uttan fyri brotsteigin tryggjaði KÍ sær eitt stig móti HB í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat
KÍ hevði bóltin í netinum tríggjar ferðir mikukvøldið. Fyrru ferð javnaði Páll Klettskarð til 1-1, aðru ferð setti Jóannes Kalsø Danielsen bóltin í netið, men málið varð kolldømt, og triðju ferð gjørdist Árni Frederiksberg dagsins leikari, tá hann tryggjaði KÍ javnleik og eitt stig við Djúpumýrar.
Ein dramatiskur dystur sum hevði skjótt spæl, reytt kort til Mikkjal Thomassen og annars dramatikk fyri allar pengarnar.
2-2 í Klaksvík, og hóast KÍ ikki sleppur at leypa avstað, kom tað eina stigið væl við. Klaksvíkingar komu upp á 19 stig meðan HB kom upp á 14 stig.
Á Svangaskarði var ÍF á vitjan, og óvæntað taptu fuglfirðingar 3-1 móti B68, og toftamenn fingu sostatt sín fyrsta sigur í langa tíð. NSÍ og Víkingur spældu javnt 1-1 við Løkin, EB/Streymur vann í evstu løtu móti 07 Vestur á Dungasandi og í Trongisvági vann B36 4-0 móti TB.
Hetta var fjórða umfar í kappingini, sum upprunaliga skuldi verið spæld á páskum, men varð útsett orsaka av illveðri.
KÍ-HB 2-2 (1-1)
11’ Mikkel Dahl 0-1
14’ Páll Klettskarð 1-1
46’ Dan í Soylu 1-2
90’ Árni Frederiksberg 2-2
TB - B36 0-4 (0-1)
45’ Bjarni Petersen 0-1
52’ Brian Jakobsen 0-2
82’ Bjarki Nielsen 0-3
85’ Mathias Thrane 0-4
B68 - ÍF 3-1 (2-1)
8’ Lukasz Cieslewicz 1-0
11’ Esmar Clementsen 2-0
34’ Uros Stojanov 2-1
55’ Áki Johansen 3-1
07 Vestur - EB/Streymur 1-3 (1-1)
7’ Ronnie Møller Iversen 0-1
28’ Martin Tausen 1-1
90’ Arnbjørn Hansen 1-2
90’ Hans Pauli Samuelsen 1-3
NSÍ - Víkingur 1-1 (1-1)
16’ Andrias Lava 0-1
30’ Oddur Højgaard 1-1
1. KÍ (19 stig)
2. HB (14 stig)
3. NSÍ (13 stig)
4. Víkingur (12 stig)
5. B36 (12 stig)
6. EB/Streymur (8 stig)
7. ÍF (7 stig)
8. 07 Vestur (6 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (1 stig)
8. umfar sunnudagin 2. mai:
Kl. 15: B36-ÍF
Kl. 15: NSÍ-TB
Kl. 15: EB/Streymur-HB
Kl. 16: 07Vestur-KÍ
Kl. 16: B68-Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Eitt stig aftaná sjey umfør er ikki nóg gott. Felagið má nú leita eftir einari aðrari loysn
Eftir 0-4 ósigurin móti B36 mikudagin, valdi høvuðsvenjarin hjá TB, Michael Winter, at takka fyri seg. Tað boðaði TB frá eftir dystin.
TB tapti mikudagin 4-0 móti B36, og hetta er bara eitt vánaligt úrslit í røðini. Higartil hevur bara eydnast tvøramonnum at skava eitt stig saman.
- Hetta er sjálvandi keðiligt, sæð við TB-brillum, og broyting má onkursvegna koma í. Vanliga loysnin er altíð at fara eftir venjaranum og vita um til ber at fáa nýggjan vilja inn á liðið. Í hesum føri hevur venjarin sjálvur valt at siga seg úr starvi og felagið má nú leita eftir aðrari loysn.
- Hóast soltnu úrtøkuna, so hava vit í Michael havt ein venjara, ið altíð hevur givið alt hann hevur fyri felagið. Hann møtir altíð væl fyrireikaður, hann er einastandandi góður fyri felagsandan á liðnum og hevur hann ikki verið bleikur fyri at fara útum tað, ið er væntað av honum. Hann hevur gjørt ótrúliga nógv fyri okkara ungdóm og eru vit honum takksom fyri tað, í felagnum, sigur TB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
- Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við. Vit hava nakrar truplar men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp landsliðsvenjari eftir lutakastið. Føroyar komu í HM-undankappingarbólk við Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn
– Eitt lutakast snýr seg um hepni, og tað var ikki ordiliga við okkum í dag. Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við, men tey londini fingu vit ikki í okkara bólk. Men hetta verður ein spennandi bólkur.
Soleiðis segði Lene Terp, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Í gjár gjørdist tað greitt, at í fyrstu undankappingini við henni við róðrið, skulu Føroyar spæla Spania, Skotland, Ukraina og Ungarn.
Føroyar vóru í næstniðasta styrkisbólki, men av tí at liðið endaði í einum av teimum trimum bólkunum, ið bert hevur fimm lið, so verður eingin dystur, her Føroyar á pappínum eru í favorittleiklutinum.
– Mótstøðuliðini eru øll sera sterk, sjálvandi við Spania sum favoritti. Men hini londini eru eisini millum tey ovastu í hvørjum sínum styrkisbólkum, so vit hava nakrar truplar, men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Dystarskráin til HM undankappingabólk 2 verður nú løgd. Fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í september.
Føroyar endaðu aftast við ongum stigi - bæði í farnu EM-undankapping og farnu HM-undankapping. Í báðum førum vóru bert fimm lið í bólkinum. Málúrttøkan hevur verið -52 (1-53) og -41 (1-42)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Ælabogalitta liðskiparabandið var aftur í nýtslu hjá B36-kvinnum, tá tær fóru á vøllin móti AB/B71 sunnudagin. Liðskiparin hjá B36-monnum bar eisini ælabogalitta bandið
Tað var nakað av spenningi undan dystinum millum B36 og AB/B71 á Ovara vølli í Gundadali sunnudagin.
Leikliga var hin dysturin í bestu kvinnudeildini, Víkingur-HB, meira spennandi, men ælabogalitta liðskiparabandið, sum varð nógv umrøtt seinastu dagarnar gjørdu, at eyguni vórðu vend móti Gundadali.
Men tá liðini gingu inn á vøllin var tað við Olga Kristinu Hansen á odda, og við nógv umrødda ælabogalitta liðskiparabandinum um armin. Dómararnir gjørdu einki við málið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Tveir 5-1 sigrar í bestu kvinnudeildini sunnudagin. Víkingakvinnur eiga nú fyrsta pláss einsamallar
Við knúsandi 5-1 sigri móti HB, sum undan umfarinum farna vikuskifti lá á einum deildum fyrsta plássi við Víking, eru víkingakvinnur nú einsamallar á fyrsta plássi í Betri deildini hjá kvinnum.
Støðan í hálvleikinum var 3-1 til Víking, og í seinna hálvleiki øktu tær ljósabláu upp í 5-1, millum annað við brotssparki. Rúna Jacobsen skoraði einasta málið hjá HB í dystinum.
Í Gundadali var felagsliðið AB/B71 á vitjan hjá B36. Tann dysturin kom í fokus orsakað av nógv umrødda liðskiparabandinum hjá Olgu Kristinu Hansen, sum hon hevði á í dag hóast trýst frá FSF um at slík útgerð við politiskum boðskapi ikki skal nýtast.
Tað tók kortini einki frá dystinum, og sum væntað, vann B36 móti uppflytarunum, sum hevur torført við at fáa stig. Heimaliðið var á odda 3-0 í hálvleikinum, og økti við tveimum málum í seinna hálvleiki. Fridrikka Clementsen pyntaði um úrslitið fyri AB/B71 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. 5-1 til B36.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tveir dystir vórðu leiktir leygardagin.
Í Klaksvík var 07 Vestur á vitjan hjá greipuvinnarunum í KÍ. Hóast 07 Vestur skoraði tvey mál ímóti sterku klaksvíkskvinnunum, so var tað ikki nokk. KÍ málmaskinan fór í gongd, og heimaliðið vann 5-2.
NSÍ kvinnur fingu sín annan sigur í kappingini. Tað var við 3-1 úrsliti ímóti EBS/Skála við Løkin, og runavíkskvinnur hála seg tí upp á seks stig.
Víkingur - HB 5-1 (3-1)
22' Hanna Isaksen 1-0
28' Jens Tórolvsdóttir 2-0
35' Rúna Jacobsen 2-1
45' Hanna Isakasen 3-1
54' Jensa Tórolvsdóttir 4-1
71' Maibritt Olsen 5-1 (br.)
B36 - AB/B71 kvinnur 5-1 (3-0)
31’ Lív Rúnadóttir 1-0
36’ Emma Hansdóttir 2-0
45’ Lív Rúnadóttir 3-0
47’ Jacoba Langgaard 4-0
79’ Emma Hansdóttir 5-0
90’ Fridrikka Clementsen 5-1
KÍ - 07 Vestur 5-2 (4-1)
5’ Hervør Olsen 1-0
26’ Margit M. Kwao 1-1
37’ Hervør Olsen 2-1
41’ Hervør Olsen 3-1
44’ Tóra Mohr 4-1
52’ Tóra Mohr 5-1
64’ Margit M. Kwao 5-2
NSÍ - EBS/Skála 3-1 (2-0)
7’ Heidi Sevdal 1-0
45’ Ansy Sevdal 2-0
58’ Laila Pætursdóttir 3-0
65’ Lea Lisberg 3-1
1. Víkingur (13 stig)
2. KÍ (11 stig)
3. HB (10 stig)
4. EBS/Skála (7 stig)
6. B36 (7 stig)
5. NSÍ (6 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Upphæddin til føroyameistaran fyri at luttaka í kappingini verður fleirfaldað, meðan hini liðini í Betrdeildini fáa lut. KÍ skal í august spæla tveir dystir - áður hevur talan verið um tríggjar dystir í innleiðandi bólkaspælinum
- Hetta er næstan sum at traðka inn í eina nýggja tíð fyri kvinnufótbóltin, og hetta ber boð um, at vit veruliga eru á veg fram. Tað er slóðbrótandi og hevur ótrúliga nógv at siga fyri menningina, at so stórar íløgur verða gjørdar í kvinnufótbóltin.
Hetta sigur Anja Rein, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, við fsf.fo. Hon leggur afturat, at tað eisini er hugagott, at hugsað verður um at lyfta heildina.
Tað sigur starvsnenvndarlimurin í samband við, at Uefa, sum liður í áhaldandi arbeiðinum fyri at menna kvinnufótbóltin í Evropa, fremur grundleggjandi broytingar í Champions League kappingini fyri bestu kvinnuliðini - heilt stóra broytingin snýr seg um peningaligu upphæddirnar, sum liðini í Champions League nú fara at spæla um.
Ragna Biskopstø Patawary hevur spælt 41 Champions League-dystir fyri KÍ, sambært FaroeSoccer (Mynd: Sverri Egholm)
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at tað samanlagt verða umleið 178,5 milliónir krónur goldnar út til feløgini - antin sum vinningar ella sum sonevndur solidaritetspeningur. Størstu upphæddirnar fara til liðini, sum koma longst í kappingini, men fyri at gera skipanina burðardygga og mennandi fyri kvinnufótbóltin sum heild hevur UEFA eisini gjørt av at lata solidaritetspening til liðini í bestu deildunum, sum ikki vinna sær luttøku í Champions League.
Fyri føroysku feløgini merkir hetta, at upphæddin til føroyameistaran fyri at luttaka í kappingini verður fleirfaldað, meðan hini liðini í bestu deildini fáa lut í solidaritetspeninginum, sum verður býttur millum meistaradeildirnar í øllum limalondunum.
Harvið fær KÍ nógv meira burturúr at luttaka í Champions League í ár, samstundis sum hini feløgini í Betrideildini fáa eitt stykki av køkuni. KÍ-kvinnurnar hava luttikið í Champions League á næstan hvørjum ári í hesari øldini - útreiðslurnar til ferðing hava leikararnir í stóran mun staðið fyri sjálvar við millum annað luttaselasølu, kappingum, at skaffa stuðlar o.s.fr, tí lítið av inntøkum eru komnar av luttøkuni sum so. Nú verður hetta allarhelst ikki neyðugt longur.
– Fyri føroyameistaran er tað fantastiskt, at tað ikki longur verður fíggjarliga trongt at taka lut í Champions League, men tað er eisini gott at vita, at UEFA eisini tekur hædd fyri hinum liðunum í heimligu kappingini, tí tað kann meira sannlíkt geva eina sunna og mennandi kapping, sigur Anja Rein.
Tveir dystir ístaðin fyri tríggjar
Í fjør spældu føroyameistararnir bert ein dyst - í Oslo móti Vålerenga. Hetta var orsakað av koronustøðuni. Annars er vanligt, at KÍ, og í tveimum førum EBS/Skála, hevur spælt tríggjar dystir í Champions League. Nú verður hetta øðrvísi.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at kappingarliga minnir nýggi leisturin um tað, sum vit kendu áðrenn, har føroyameistarin luttók í innleiðandi bólkakapping móti trimum øðrum liðum.
Í nýggju útgávuni verða fýra lið eisini bólkaði saman í fyrsta umfari, men ístaðin fyri at spæla ímóti øllum hinum liðunum, skulu tey nú fyrst spæla hálvfinalu og finalu ella dyst um triðja/fjórða plássið í bólkaspælinum fyri at staðfesta plaseringarnar. Hetta merkir í stuttum, at innleiðandi bólkaspælið nú fevnir um tveir leikdagar ístaðin fyri tríggjar.
Sum føroyameistari frá í fjør hevur KÍ tryggjað sær pláss í Women’s Champions League í ár. Mótstøðuliðini hjá teimum í fyrsta umfari verða funnin við lutakasti í juni mánaða, og dystirnir verða spældir í august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. apríl 2021
Lutakast var í 3-2 mánakvøldið. Mest spennandi dysturin verður fjórðingsfinalan millum Víking og NSÍ
Í 3-2-sendingini í sjónvarpinum mánakvøldið var lutakast um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum.
1. umfar verður 9. mai, og her eru tvey lið í næstbestu deildini við. Trekt var um hvørji tvey av Betri deildarliðunum skuldu spæla í hesum umfarinum. Tað vóru havnarfeløgini B36 og HB, og lutakastið bleiv soleiðis:
1. umfar (9. mai)
ÍF-B36
TB/FCS/Royn-HB
Annað umfar, ella fjórðingsfinalurnar, verða leiktar 2. juni.
Fjórðingsfinalur (2. juni)
AB/B71-07 Vestur
KÍ-TB/FCS/Royn ella HB
Víkingur-NSÍ
EBS/Skála-ÍF ella B36
Hálvfinalurnar verða 3. oktober og 30. oktober, og finalan verður 6. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
Tær hava báðar spælt í Kyndli, men skifta nú til Neistan
Kvinnurnar hjá Neistanum hava styrkt seg við tveimum útlendskum leikarum, sum frammanundan eru kendir í Føroyum.
Talan er um 26 ára gomlu Jovanu Stranjanac, sum hevur vart málið hjá kyndlakvinnum seinastu trý árini, og 25 ára gomlu Nadju Pejovic, sum seinasta árið hevur leikt við Kyndli.
Neistin boðar frá, at umframt at spæla við neistakvinnum, skal Jovana Stranjanac verða málverju-venjari í ungdómsdeildini og Nadja fer eisini at hjálpa til við ungdóminum í felagnum.
Neistakvinnur vóru í ár í steypafinaluni og í FM-finalunum, men fingu silvur í báðum.
Jovana Stranjanac (Mynd: Sverri Egholm)
Nadja Pejovic (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. apríl 2021
Klaksvíkingurin skal stjórna liðnum, sum skal til NM og EM seinni í ár, og hann verður eisini venjari í 2022. Fróði Benjaminsen heldur fram sum hjálparvenjari
Tað verður Eyðun Klakstein, ið skal stjórna U17-landsliðnum við dreingjum komandi tvey árini. Hesum boðar FSF frá. Samstundis hevur Fótbóltssamband Føroya longt avtaluna við Fróða Benjaminsen, sum spældi undir Eyðuni Klakstein á Skála í sínum seinasta árið í Betrideildini, um at halda fram sum hjálparvenjari.
– Hetta er ein spennandi og stór uppgáva. Talan er um ein aldursbólk av fótbóltsspælarum, ið standa í besta blóma, og vónandi kunnu vit, ið hava ábyrgd av landsliðunum, eisini vera við til at leggja okkurt munagott í beinini á hesum dreingjunum.
Hetta sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF. Hann hevur áður verið landsliðsvenjari hjá U19 við dreingjum.
U17-dreingirnir skulu eftir ætlan til tvær altjóða kappingar í hesum árinum. Í august er NM á skránni í Noregi, og í oktober skulu dreingirnir til EM-undankapping í Eysturríki.
– Avbjóðingarnar í NM og EM krevja, at spælarar og leiðarar fyrireika seg væl. Hóast mótstøðuliðini stundum eru sterk, skulu vit altíð spæla fyri okkara møguleika og fáa so gott úrslit sum gjørligt, sigur nýggi venjarin
Fyrsta venjingin hjá Eyðuni og Fróða sum U17-landsliðsvenjarar verður týsdagin 4. mai, tá skipað verður fyri økisvenjing í Fuglafirði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2021
Nýtt áttamannafar flotað á Argjum sunnudagin
Argja Róðrarfelag flotaði sunnudagin nýggjasta bátin hjá felagnum. Nevniliga nýggja Argjabátin.
Tað er Sámal Hansen, sum hevur smíðað nýggja 8-mannafarið.
Samkoma var við neystið á Argjum, tá Argjabáturin varð flotaður. Manningin róði eisini fram við Argjum fyri at vísa bátin fram.
Argjabáturin hevur luttikið á øllum stevnum síðan 1982, og er mest vinnandi bátur saman við Jarmbardi við kvinnum.
Myndirnar eru frá Argja Róðrarfelag:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
Flagdagskapping var á nýggju skjótibreytini úti á Vík í Leirvík leygardagin
Leygardagin hevði skjótifelagið Eysturskot sína fyrstu skjótikapping á nýggju skjótibreytuni úti á Vík í Leirvík, Flaggdagskappingina.
Fyrsta almenna skjótivenjingin var 6. mars í ár, og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan fyri breytini hevur veri sera góð. Fólk koma allastaðni frá í landinum at venja.
Talan var um methøga tilmelding fyri eina kapping skjótikapping í trapp í Føroyum, tí heili 21 skjúttar høvdu melda til kapping.
Fyrst varð skotið eftir 75 dúgvum, og síðani varð býtt upp í tríggjar bólkar, meistarabólk, A-bólk og B-bólk.
AleX Johannesen úr Eysturskoti vann meistarabólkin framman fyri Finn Ludvig og Jeppe Sommer Bruun, sum báðir umboða Byrsumúla.
Per S. Hansen, Eysturskot, vann A-bólkin og Sigvald Zachariasen, Byrsumúli, vann B-bólkin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin
FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið 23. apríl og leygardagin 24. apríl.
Spæld vórðu tilsamans 95 spøl, og 20 pør tóku lut í kappingini, sum var jøvn og spennandi, skrivar Føroya Bridgesamband.
Sum vanligt skiftust nógv pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Arne Mikkelsen-Bogi Simonsen, Robert Langgaard-Dia Jacobsen, Mortan Sólheim Thomsen-Haldor Ellingsgaard, Magni Jøkladal-Egil Sondum, og Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen skiftust øll um at taka oddasessin fríggjakvøldið.
Sum kappingin leið leygardagin vóru tað tó Arni-Bogi, Magni-Egil, og Per-Jóannes, sum kappaðust um trý tey fremstu plássini. Arne og Bogi lógu á odda tey flestu umførini, men móti endanum, tá ið júst hesi pørini spældu móti hvørjum øðrum, eydnaðist Magna og Egil at taka seg framum og gerast føroyameistarar fyri pør 2021.
Pørini oman fyri miðal í kappingini vóru hesi (miðal er 0, toppur +9 og botnur –9):
1. Magni Jøkladal - Egil Sondum 141
2. Arne Mikkelsen - Bogi Simonsen 123
3. Per Kallsberg - Jóannes Mouritsen 116
4. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam 109
5. Rói á Rógvu Joensen - Heðin Mouritsen 71
6. Robert Langgaard - Dia Jacobsen 38
7. Allan Dal-Christiansen - Rúni Mouritsen 23
8. Pól Egholm - Símun Lassaberg 16
9. Leivur Holm - Heini Joensen 13
10. Finn Ougaard - Høgni Jacobsen 8
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2021
58 ára gamli sviin, Michael Wiedenkeller vann smálandakappingina í talvi – Hann og Helgi Dam Ziska hava nú vunnið tvær kappingar hvør
Seint út á sunnukvøldið bendi alt á, at Helgi Dam Ziska fór at endurvinna smálandakappingina í talvi. Men so tók alt eina bráða vend.
Sunnukvøld 25. apríl - klokkan nærkast tíggju á kvøldi. Helgi kýtir seg at vinna í síðsta umfari. Honum eydnast eftir tógvið slit at stríða seg til sigurs í hørðum dysti móti altjóða meistaranum Fred Berend úr Luksemburg. Samstundis er líkt til, at Pavlos Constantinou av Kyprós heilt óvæntað fer at bjarga sær eitt harðvunnið remis móti oddamanninum Michael Wiedenkeller.
Til endans eru bara hesi bæði talvini eftir. Tað er seint, útivið fimm tímar eru gingnir síðani teir byrjaðu. Helgi fær eftir tolið og hugflogsríkt spæl vundið ein fyrimun úr støðuni, og fer í endatalv við støðu, sum ikki krevur annað enn góðan teknikk at vinna. Báðir fáa frúgv upp, men Helgi eigur eina avgerandi finnu aftrat. Væl telvað og ein kærkomin sigur til okkara mann.
So í stórum spenningi at forvitnast á hinum borðinum. Sterki sviin í Luksemburg stríðist av øllum alvi móti drúgva kýpriska mótstøðumanninum. Teir sita við endatalvi við róki og riddara hvør, Wiedenkeller við fýra finnum móti trimum. Við røttum spæli er støðan remis, men tíðin gongur nú av álvara undan, fyrst hjá kýpranum, sum frá líður eisini hjá Wiedenkeller, sum noyðist at finna teir kreativu leikirnar í eini tekniskt javnari støðu. Hjá báðum er til endans minni enn ein minuttur eftir, men fyri hvønn leik fáa teir ein hálvan minutt aftrat á klokkuni. Báðir sita sum á glóðum og flyta, sum í snartalvi. Wiedenkeller hugsar - og hugsar djúpt. Bara nøkur sekund eru eftir. So flytir hann. Hann hevur lagt eina fellu. Og nú hendir tað, sum ikki skal henda - hjá Helga. Kýprin sær ikki vandan, og fer glaðbeintur í felluna. Wiedenkeller høggur til, offrar rók fyri riddara, og nú sær Constantinou, at hann er lumpaður. Hann missir í næsta leiki mann við skáki, og leggur tí kongin.
Vinnarin varð tí funnin í síðsta leiki í kappingini. Meira dramatiskt fær tað ikki verið. Helgi harmast, sum vera man um, at kýprin snávaði. Wiedenkeller var heppin, men hann var eisini kringur og stríddist fyri síni søk, og varð løntur fyri sítt strev.
Michael Wiedenkeller er 58 ár. Hann er svii, og var í 80unum og 90unum millum sterkastu telvarar í Svøríki. Hann telvaði á landsliðnum og var svenskur meistari í 1990. Í 1997 flutti hann til Luksemburg at arbeiða sum bankamaður. Seinastu tíggju árini hevur hann umboðað Luksemburg.
Fínteljing neyðug
Michael Wiedenkeller og Helgi endaðu loksins javnir við átta stigum hvør.
Tað hevði verið spennandi at sæð teir tikið ein umdyst, sum vanligt er, tá tað stendur á jøvnum í oddanum. Havandi í huga, hvussu kringur Helgi er í kviktelving - sum slíkir umdystir ofta verða avgjørdir eftir - hevði Helgi verið favorittur at vunnið. Men reglugerðin fyri hesa kapping ásetur ikki umdyst. Í staðin vinnur tann, sum hevur meiri mótstøðustig. Og her munar sigurin hjá Wiedenkeller á Igor Efimov væl. Hann endaði nummar trý við sjey stigum. Helgi telvaði remis móti Efimov.
Hin føroyingurin, Luitjen Akselsson Apol, endaði kappingina væl við tveimum sigrum á rað. Í síðsta umfari í kvøld vann føroyski unglingin á Paul Carpenter av Jersey. Luitjen fekk tí 3½ stig og endaði nummar sjey í røðini.
Hetta var fjórða smálandakappingin fyri einstaklingar. Tann fyrsta var í 2014, og hana vann Wiedenkeller. Síðani vann Helgi í 2016 og aftur í 2018, og nú vinnur Wiedenkeller fjórðu kappingina. Teir báðir hava tí vunnið tvær kappingar hvør.
Kanska hittast teir aftur í heyst. Tá verður smálandakapping fyri landslið. Gongst sum ætlað verður telvað sum fyrr - í nærstøðu. Malta skal hýsa kappingini. Henda kappingin hevur verið regluliga síðani 2009. Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir, Luksemburg tvær ferðir og Andorra eina ferð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2021
-
Fríggjadagin 30. apríl vóru sjeyti ár síðan sangarin og gittarsnillingurin Stanley Samuelsen úr Fuglafirði varð borin í heim.
Stanley er yngstur í stóra barnaflokkinum hjá Steingrim L. Samuelsen, sýslumanni, og Rachel Malenu, fødd Midjord.
Men Stanley náddi ongantíð rættiliga at uppliva pápa sín, tí bert seks mánaðir eftir, at Stanley varð føddur, doyði Steingrim Samuelsen frá konu og 12 børnum, einans 46 ára gamal.
Longu sum blaðungur vísti Stanley at hava fingið góðar musiskar gávur. Hann fekk sum 12 ára gamal ein gittara frá beiggja sínum, Thorleif, einaferð hesin kom aftur av skipstúri, og Stanley lærdi seg at handfara teir seks streingirnar við at lurta eftir Radio Luxemburg og plátum við The Beatles, serliga George Harrison, sum altíð hava verið stóru fyrimyndirnar hjá Stanley saman við Crosby, Stills og Nash.
Og gittarin kom harvið at verða lagna Stanleys, ið so ella so leiddi honum vegin gjøgnum lívið.
Silly Boys 1970. Stanley uttast høgrumegin
Knapt nokk konfirmeraður byrjaði Stanley at spæla til dans í dansistovuni í Fuglafirði, hann varð biðin at koma við í orkestrið The Silly Boys, sum í sekstiárunum var millum tey best umtóktu orkestrini í landinum.
Við sínum fima gittarspæli og bleytu rødd gjørdist Stanley skjótt eitt navn innan tónleikin.
Men kanska vóru Føroyar ov lítlar fyri henda mæta ljóshærda garpin úr Fuglafirði. Útlandið dróg, og tíðliga í sjeytiárunum leitaði hann sær til Danmarkar, og har hevur hann búð síðani.
Tóneikur og streingjaspæl hevur altíð verið størsti áhugin, hóast hann ikki altíð hevur givið nóg mikið á borðið til at liva av, so Stanley hevur eisini havt onnur arbeiði, eitt nú sum røktari innan danska almannaverkið.
Den udødelige Duo
Í Keypmannahavnarøkinum fann Stanley sær musikalskar vinir, sum hann spældi saman við í ymsum samanhangum. Ein av vinunum er Nis P. Jørgensen, sum hann spældi nógv saman við, mest í samansetingini, ið kallaðist Den Udødelige Duo. Hendan duo var nógv eftirspurd í áttatiárunum, serliga av felagsskapum og fylkingum á politiska vinstraveinginum og arbeiðararørsluni. Hetta var um tað mundi, tá Anker Jørgensen stóð á odda fyri danska Javnaðarflokkinum. Henrik Strube, Stig Kreutzfeldt og Jens Rugsted eru eisini millum musikalsku vinir Stanleys umframt nógvar aðrar mætar tónleikarar, sum hann hevur staðið á palli og verið í upptøkuhøli saman við.
Fram móti aldarskiftinum byrjaði hugurin at skriva egin løg at vinda upp á seg, og Stanley fór undir at skriva løg til yrkingar, sum hann fann í bókum, søvnum og bløðum.
Eggjaður av konuni Merete Messmann, sum ótroyttiliga hevur stuðlað Stanleyð á leiðini sum manager og fyriskipari, kom fyrsta soloútgávan við Stanley, “Um eg kundi kvøði”, út í 1999. Og føroyingar tóku væl ímóti. Heitislagið til hugtakandi yrkingina hjá Janusi Djurhuss, gjørdist nógv eftirspurt, og var við til at breiða út kunnleikan til henda góða sangara og framúr guittarspælara, sum føroyingar tá, ikki høvdu sæð so nógv til á palli, annað enn til okkurt hissini afturlítandi dansikvøld, tá Silly Boys vóru kallaðir saman aftur ella við tónleikavinunum í fuglfjarðarbólkinum Absurdy Fair.
Onnur útgávan frá Stanley, “Sól og Regn” kom í 2004, og hóast Stanley í sínum lítillætni hevur sagt seg ikki duga at skriva tekstir sjálvur, so eru longu her dømi um, at hann ikki er eiðasørur í so máta heldur. “Tá eg verði gamal” er ein av hansara bestu sangum, og hendan hevur hann sjálvur skrivað, bæði orð og lag til. Ongantíð meira aktuellur enn nú Stanley sjálvur traðkar inn “støvets år” hóast sangurin meiran er ein ástarkvøða til Meretu enn um tað at eldast.
Seinastu 15 árini hevur Stanley ferðast dúgliga til Føroyar á konsertferðum, og útgávurnar frá honum hava ikki verið so fáar heldur.
Stanley og Merete eiga børnini Theis, Johan og Astrid. Yngsta dóttirin hevur eisini tónleikaligar gávur, og hevur stundum traðkað upp saman við pápanum. Tey syngja eisini saman á nógv róstu EP-útgávuni, “A Tribute to George Harrison”, har faðir og dóttir framføra seks sangir hjá stóru fyrimyndini hjá teimum báðum, lead-guitaristinum í The Beatles.
Frammanundan eigur Stanley eina dóttir, Pia, og Stanley hevur nýliga uppliva ta frægd at vera á konsertferð bæði í Danmark og Føroyum saman við abbasoninum, Sigurd Kehlet, sum vísir somu gávur á gittarinum, sum abbin.
Hjartaliga til lukku
ingis
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021
Fríggjadagin fylti eitt av Føroya frægu tónlistafólkum sjeyti ár. Er hann nevndur er hann kendur. Tað er eingin mætari enn Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, av flestu kendur sum gittarsnillingurin Stanley
Fríggjadagin fylti eitt av Føroya frægu tónlistafólkum sjeyti ár. Er hann nevndur er hann kendur. Tað er eingin mætari enn Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, av flestu kendur sum gittarsnillingurin Stanley.
Føroyar eru eitt ótrúligt land við so nógvum gávaðum menniskjum, og Stanley telist millum teirra. Hevur tú hoyrt hann spæla og syngja eina ferð, gloymir tú tað ongantíð. Tú goymir tað. Og tú vil bara hava meira. Kenslubornu og vøkru sangirnir, við íblástri frá okkara frægu yrkjarum, munnu teljast millum teir mest spældu gjøgnum árini. Hvussu mong hevur Stanley ikki tikið heilt av bóli við sínum eyðkenda og sorgblídna sangi “Um eg kundi kvøðið”, fyri bert at nevna ein av gomlu slagarunum, og í dag er einki eygað turt, tá Stanley tekur gittara sín í hond og letur ljóma vælkenda lagið “Tá eg verði gamal”. Man kundi hildið á og nevnt nógvar aðrar Stanleysangir, sum hava rørt so mangar føroyskar hjartastreingir.
Hugaligt og forkunnugt er tað at vera hjástæddur, hvørja ferð Stanley fer á pall, antin tað er á Reinsaríinum í Havn, í Spaniastovu í Klaksvík, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði ella í eini av mongu hugnaligu kirkjunum kring landið - við fólksligu kirkjuni í Hoyvík, sum av álvara hevur tikið tónleikin hjá Stanley til sín, á odda. Hóast tú hevur hoyrt hann bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, so heldur hann fram at draga sum ein magnetur, hvørja ferð tað frættist, at nú er Stanley í nánd, heima aftur á klettunum.
Føroyar hava fostrað mong góð tónlistafólk gjøgnum tíðirnar, og ilt er tað at taka nakað ávíst framum, men okkurt heilt serstakt og veruliga inniligt er við tónleikinum hjá Stanley, at tú vendir aftur og aftur til hann, tá høvi býðst. Og tíbetur heldur dámligi fuglfirðingurin, sum hevur búleikast uttanfyri klettarnar nærum alt sítt vaksna lív, við at venda heimaftur nærum allar árstíðir. Og tøkk fái hann fyri tað.
Vit eru mong, sum gleðast saman við Stanley á hesum stóra degi hansara. Vit verða mint á serstaka og originala Stanley ljóðið og eigur kvinnan við hansara lið, Merete, so sanniliga eisini tøkk og góðynski uppiborin, nú hon hevur stuðlað Stanley í hansara fruktabara virksemi. Mugu tit eiga mong góð ár enn, sum so aftur kunnu gagna øllum føroyingum.
Tillukku og tøkk fyri tín tónleik Stanley. Tín tónleikur er vorðin ein tjóðar- og fólkaogn hjá øllum føroyingum.
Jan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. apríl 2021