Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 08. mai 2021 | Nr. 19 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

- Eftir 11. september 2001 broyttist alt

SíÐa 2

1 Leygardagur 08. mai 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein spurningur um radara – ikki annað

Flokkurin Framsókn er farin út í eina herferð, sum skal sannføra okkum um, at tað ikki ber til at lata landsstýrisfólkið við uttanlandsmálum í samráð við løgtingsins uttanlandsnevnd taka avgerðina um, hvørt ein radari av hernaðarligum týdningi skal setast upp í Føroyum.

Hetta tí at Framsókn ikki er umboðað í uttanlandsnevndini, og tí ikki hevur møguleika fyri at gera sína áskoðan galdandi tá svarið skal gevast donsku myndugleikunum.

Hegnisliga roynir ungi maðurin, sum fekk flestar atkvøður á framsóknarlistanum seinast, at hevja hendan spurningin til ein tjóðarkreppu, har donsku ætlanirnar um at skipa eina verjutilbúgving á okkara leiðum skulu leggjast undir illgruna, og samstundis ætlanirnar hjá samgonguni, sum sigst vera í gongd við at sníkja okkurt ófrættakend niður yvir høvdið á Føroya fólki.

Hetta er bara politikkur, ja, eyðvita tað.

Grundgevingarnar hjá tingmanninum tykjast viðkomandi, um hetta málið er so týdningarmikið, sum hann vil gera tað til. Men hann átti at kent skipanina so frægt, at hann fullvæl visti, at tað er soleiðis mál, ið verða mett at hava trygdar- og/ella hernaðarligan týdning, verða avgreidd. Viðkvom mál av slíkum slag fara ongantíð í parlamentið til orðaskiftis og atkvøðugreiðslu.

Framsókn hevur júst havt landsstýrismannin við uttanlandsmálum, og tey vita tað væl.

Framsókn má eisini síggja tann veruleikan í eyguni, sum sigur, at flokkurin fekk 1.562 atkvøður – tað er t.d. væl minni enn táverandi løgmaður fekk einsamallur – og tað gevur ikki fleiri enn tveir sessir á tingi.

Tá nevndirnar vórðu skipaðar, fullu tríggir nevndarsessir flokkin, ein í týdningarmiklu fíggjarnevndini, og so teir báðir, sum Bjarni Kárason sjálvur røkir í løtuni, vinnunevndin og mentanarnevndin.

Okkurt sigur, at kanska var Framsókn ikki so altráður eftir at sleppa at fáa nakað at siga í uttanríkismálum tá løgtingið skipaði seg í nevndir. Andstøðusessirnir í uttanlandsnevndini – teir eru bara tveir av onkrari orsøk – verða røktir av sjálvum formonnunum í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tveir politikarar, sum fullvita hvussu týðandi hesin sessur er, ella kann verða.

Í staðin fyri at øsa seg upp um, prosessina um hvussu hetta mál verður handfarið sambært galdandi skipan, átti Framsókn heldur tikið fullu avbjóðingina við hesum spennandi máli, og lagt upp til kjak, um vit skulu hava ein slíkan radara í Føroyum ella ikki, til dømis við at siga okkum hvør áskoðanin hjá flokkinum er til tann spurningin. Tað er tað, sum málið eigur at snúgva seg um.

Ríkisrættarliga spurningin, sum vit hava klandrast við danir um í áttati ár, náa vit kortini ikki at loysa innan fyri tíðarfreistina hjá hesum málinum.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7561

    Lisnar síður: 30767

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 08. mai 2021

- Eftir 11. september 2001 broyttist alt

Glyvramaðurin Jan Lamhauge hevur arbeitt sum flogskipari í USA síðani 1987. Hann flýgur múgvandi amerikanarar til forkunnug støð

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Mangur skiparadreymur man vera birtur á skipsdekki. Men soleiðis var ikki hjá unga glyvradreinginum Jan Lamhauge. Umframt at arbeiða á Bakkafrost, so var hann til skips nakrar túrar við kuba-trolarunum Skúgvi og Munki og tveir túrar svartkjaftaskipinum Reynsatindi.

Meðan hann ferðaðist á bárunum á ymiskum kjølum, so droymdi hann um at ferðast í luftini – hann vildi verða flogskipari. Gaman í er tað eisini ein skipari, men málsliga er tað sum við frikadelluni: Ein frikadella er ein fiskafrikadella, meðan allar aðrar mugu nágreinast.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri flogførum og flúgving, men tá gjørdist áhugin meira ítøkiligur, og eg fór at kanna málið, sigur Jan Lamhauge, tá vit samrøða á netinum tvørtur um Atlantshavið, millum Havnina og Memphis í Tennessee.

Gjørdi skjótt av
Tað var um 1986-1987, at Jan fór at kanna málið, men hann kom skjótt eftir, at um okkara leiðir er sera dýrt at ganga á flogskiparaskúla. Tí var upplagt at spyrja mammubeiggjan, Kristian Martin Hansen, sum var flogskipari og búði í Los Angeles ella “LA”.

Mammubeiggin var farin til USA nøkur ár frammanundan og hevði gingið á flogskiparaskúlanum “American Flyers” í Santa Monica í California

– Kristian Martin sendi mær ein bókling um útbúgvingina og skúlan. Eg gjørdi skjótt av: Søkti, slapp inn og fór yvir á skúlan longu í mai 1987, sigur Jan.

Ein skelkandi sjón
Í 34 ár hevur Jan búð í USA og í fleiri enn 30 ár hevur Jan arbeitt í flogvinnuni. Eg kenni ikki Jan og havi ongantíð møtt manninum. Kortini veit eg heilt neyvt, hvar eg var staddur ein ávísan dag, sum var ein marknasteinur í hansara lívi – ella rættari í lívum okkara beggja.

Eg sat í stovuni hjá foreldrunum í Klaksvík seint ein seinnapart, tá ið eg mátti tendrað sjónvarpið. Eg giti, at tað var Útvarp Føroya, sum fekk meg at tendra sjónvarpið. Tann sjónin, sum leyp í eyguni á mær, brendi seg í nethinnuna og var so skelkandi og so science fiction-kend, at eg hevði ikki orð.

Á skíggjanum sá eg, at eitt flogfar hevði rent í eitt av tvíburatornunum í New York, og mestsum beint eftir, at eg hevði tendrað, hevði eitt annað flogfar beina kós ímóti hinum torninum. Eldur, roykur, ruðuleiki og róp – soleiðis minnist eg tað.

9/11 – feigdardagurin mikli
Dagurin var 11. septembur 2001 ella 9/11 – afturat hesum báðum flogførunum rendi eitt í Pentagon-bygningin og eitt brast í svørðin í bygdini Shanksville; tað var helst ætlað at renna á Capitol-bygningin í Washington DC.

USA var farið í koma, heimurin var farin í koma, og hvør og ein okkara man minnast, hvar vit vóru stødd tann dagin.

Søgubøkurnar siga, at hendan dagin doyðu útvið 3.000 fólk, teirra millum 344 sløkkiliðsfólk, 72 politistar og 19 hermenn. Tey deyðu vóru úr fleiri enn 90 londum. 6.000 vórðu álvarsliga løstað. Ein uppgerð frá 2014 vísti, at 1.400 fólk, sum luttóku í bjargingararbeiðnum, vóru deyð eftirsíðan, og ein uppgerð frá 2013 vísti, at 1.140, sum búðu, arbeiddu ella lósu í økinum – á niðara Manhattan – høvdu fingið staðfest krabbamein.

Jan hevði frí ta vikuna.

– Tað var skelkandi at uppliva. Eg skuldi til arbeiðis vikuna eftir, og eg visti beinanvegin, at eftir hetta, so fór einki at vera, sum tað hevði verið, sigur hann.

[object Object]
Jan Lamhauge, í miðjuni framman fyri flogfarinum hann flýgur. Eftir 11. septembur 2001 hevur einki verið sum fyrr. Tað er eitt sindur møðsamt, men man venur seg eisini til nýggju mannagongdirnar (Privat mynd)


Byrjaði sum instruktørur
Um hetta mundið hevði Jan verið í flogvinnuni í 22 ár. Hann byrjaði á skúlanum 26. mai 1987 og varð útbúgvin á heysti sama ár, bæði sum flogskipari og sum instruktørur.

– Eg fekk starv sum tímaløntur flogskiparainstruktørur á skúlanum beinanvegin. Fyrst í 1990-unum kom búskaparlig niðurgongd, og eg varð uppsagdur í 1993, greiðir Jan frá.

Tað var trupult hjá honum at fáa starv sum flogskipari ella -stýrimaður, tí tað kravdi fleiri flúgvitímar, enn hann hevði. Eitt ár seinni fór hann í heilt annað starv á einari verksmiðju og arbeiddi har til 1997.

– Tá fekk eg starv sum flogskipari hjá einari privatari fyritøku í Tennessee, ið fekst við optiskar káplar. Fyritøkan hevði sítt egna flogfar, og uppgávan var at flyta stjóra og onnur í leiðsluni, advokatar, verkfrøðingar o.o. til fundir við kundar ella møguligar keyparar, mest í Tennessee, Texas og Florida, greiðir Jan frá, sum viðhvørt gjørdi stuttleikatúrar við somu fólkum.

Dámar best skiftandi uppgávur
Árini 2000-2003 var hann í starvi sum stýrimaður hjá Allegheny-fyritøkuni, ið nýtti Dash 8-flogfør, bygd í Kanada.

– Vit flugu við ferðafólki, fyri tað mesta í landnyrðingspartinum av USA, New York, Boston, Philadelphia og har um leiðir, sigur Jan, sum tískil flutti úr Tennessee og norður til Pensylvania at búgva.

Hesi árini var nógv virksemi í USA, og Jan hevði fleiri møguleikar fyri øðrum starvi, eitt nú hjá kenda US Airways í føstum rutum við ferðafólki. Glyvramaðurin greiðir frá, at hann heldur vildi hava eitt starv við meiri skiftandi uppgávum.

Fíggjarkrepppan sveið
– Í 2004 tók eg av tilboðnum frá einum felag, ið fleyg leigutúrar til ymisk støð, inntil fíggjarkreppan hevði við sær, at eg varð uppsagdur í 2008, sigur Jan, sum árið eftir fekk starv hjá einari nýggjari, líknandi fyritøku – m.a. tí at felagið brúkti sama slag av flogfari, sum hann hevði flogið frammanundan.

Hann fleyg fyri ta fyritøkuna næstu tvey árini. Í 2011 leitaði hann aftur á slóðina – flutti til Mempis í Tennessee, tí hann fekk eitt líknandi starv, sum hann hevði havt árini 1997-2000.

– Hesaferð var talan um eina fyritøku, ið framleiddi og seldi pakkitilfar til matvørur, og eisini her skuldi eg flyta stjóra og onnur leiðslufólk, sølufólk og verkfrøðingar til fundir o.a., mest í landssynningspartinum av USA, greiðir Jan Lamhauge frá.

Flýgur múgvandi til forkunnug støð
Fyri tveimum árum síðani – í 2019 – fór hann í heilt annað starv sum flogskipari. Hann flýgur fyri felag, ið hevur leigutúrar til ymisk støð í Norður-, Mið- og Suðuramerika.

– Ferðafólkini eru kend fólk við nógvum pengum, ítróttar- og filmsstjørnur, kendir stjórar og onnur múgvandi, sum vilja sleppa at uppliva ymisk forvitnislig og forkunnug støð, sigur Jan, sum flýgur tvær vikur og er tvær vikur heima.

[object Object]
- Eg havi ikki avgjørt, hvør mín framtíðar heimstaður verður, men víst er tað, at flúgvjng verður mítt framtíðarvirki, segði Jan Lamhauge í viðtali við Dagblaðið 25. august 1989. Hann hevur stórt sæð flogið síðani (Privat mynd)


9/11 broytti alt
Fyrstu tíðina eftir 11. septembur 2001 kom stígur í flogferðsluna, tí sum vera mundi, so aftraðu fólk seg við at flúgva. Smátt um smátt kom flogferðslan í gongd aftur – og einki var, sum tað hevði verið.

– Sjálvandi vóru fólk sera ótrygg. Eftirlitið varð nógv hert, og fólk vórðu kropsvisiterað væl og virðiliga. Nú varð tað eisini krav at vísa pass, tá ið tú ferðaðist á innanríkisferðum. Alt hetta sissaði ferðafólk, men tað minti tey eisini á vandan í sambandi við flúgving eftir 9/11, greiðir Jan frá.

Tað vóru ikki bara ferðafólk, ið merktu herda eftirlitið.

– Serliga flogskiparar og mekanikarar vóru fyri herdum eftirlitið, sokallað hands-on starvsfólk, ið beinleiðis kunnu ávirka flogfør áðrenn flúgving og meðan flogið verður, sigur royndi flogskiparin.

Ábyrgdin fyri trygdini á einum stað
Áðrenn 9/11 gingu vit starvsfólk ótarnað sama veg sum ferðafólkini, men uttan at verða kannað.

– Nú skulu vit kannast, og eins og øll ferðafólk skulu vit skrásetast við navni, adressu osfr. í TSA-skipanini (Transport Security Administration), ið George W. Bush-stjórnin setti á stovn 19. novembur 2001, tveir mánaðir eftir 9/11, upplýsir Jan.

Tað nýggja við TSA er ikki so nógv sjálvar uppgávurnar, men hetta at nú er flogtrygd ikki longur ábyrgd hjá einstøku statunum, men hjá USA-myndugleikunum og savnað hjá einum yvirskipaðum myndugleika.

Øll vóru á varðhaldi
– Nú eru tey, sum skanna teg í floghavnunum, vápnaðu politistarnir í flogførunum,
spreingievnisserfrøðingarnir og tey, ið leiða snoddhundarnar, øll í starvi hjá Washington-myndugleikunum, ikki hjá einstøku statunum ella floghavnunum, greiðir Jan frá.

Øll vóru á varðhaldi, og fyrstu tíðina merktu flogskiparar hetta serliga, tá ið teir flugu á New York-leiðini – har vóru krøvini serliga strong og flúgvileiðarar talaðu hvassliga at, um flogskiparar ikki reageraðu straks, tá ið talað var á teir.

– Tað er møðsamt, men man finnur seg í tí, tí tað økir um trygdina. Hetta er blivið ‘the new normal’, sum amerikanarar taka til, so man hugsar ikki um tað longur sum nakað serligt.

“Jan gekk nógv upp í maskinur o.l.”
Nú eru 50-60 ár, síðani Jan reikaði um í glyvratúnum og har um leiðir, og hann hevur spælt bæði hondbólt og fótbólt sum yngri.

– Vit spældu serliga nógv fótbólt á lítla vøllinum oman fyri Glyvra skúla, har fóru nógvir tímar, sigur fyrrverandi barndómsvinurin, Niclas Johannesen, sum ikki hevur sæð Jan í áravís.

Niclas minnist Jan sum ein drong, “fittur, dámligur, tað búði ikki ónt í honum”.

– Men hann hevði temperamang, leggur Niclas afturat.

Niclas minnist, at Jan gekk nógv upp í slíkt, sum hevði við maskinur at gera – hann heldur seg minnast, at tað vóru kort við rasarabilum, flogførum og líknandi, sum man samlaði.

Bebbaræddir av ræðufilmum
Gamli vinmaðurin minnist eisini løturnar inni hjá abba Jan. Abbin átti fyrsta sjónvarpstólið, sum Niclas minnist, og hetta var áðrenn vit fingu kringvarpað sjónvarp í Føroyum. Lítið vistu teir, at teir, at teir tá sóu býarumhvørvi í USA, sum skuldi gerast gerandis hjá Jan 10-15 seinni.

– Inni hjá abbanum sóu vit nógvar amerikanskar videofilmar, og serliga minnist eg ræðufilmarnar. Tá var man bebbaræddur og pílaði til hús, sjálvt um tað var stutt húsanna millum. Ikki minst eftir at vit høvdu sæð ein ræðufilm, har fólk runnu eftir hvørjum øðrum í einum háhúsum – filmurin var so óhugnaligur, at tá galt um at renna serliga skjótt, minnist Niclas afturá.

USA – ein heilt annar heimur
Nú eru filmur og veruleiki hvør sítt, men Jan sigur, at USA er eitt heilt øðrvísi samfelag – hann fekk ein mentannarskelk, tá ið hann kom yvir hagar. Amerikanarar eru sera fyrikomandi, spyrja hvagan tú kemur o.s.fr., men kortini er trupult at samskifta við teir, í hvussu er í fyrstani.

– Tað er ikki bara t.d. matmentanin, har tú fert frá fiski til pitsu, men meira hetta, at teirra vanar og virðir eru øðrvísi enn okkara, sigur Jan.

Heilsuskipanin og arbeiðsmarknaðurin er heilt øðrvísi enn tað, vit kenna til. Arbeiðsloysistryggingin er betur, tess meiri tú rindar til hana sjálvur, og sama er galdandi fyri heilsutryggingina.

– Tey, sum eru láglønt og hava børn, hava tó tann trupulleikan, at pengarnir strekkja ikki til húsaleigu, mat og klæði, um tey gjalda ella gjalda ov nógv í trygging.

[object Object]Jan dámar væl at motionera og at fotografera - tey bæði ítrivini kunnu sameinast. Her er hann avmyndaður í fjøllunum í Arizona (Privat mynd)


Lága lønarstøði elvir til trupulleikar
Tá ið tað kemur til heilsuskipanina, so er altíð ein sjálvsábyrgd, t.v.s., at tú skalt rinda eitt ávíst gjald sjálvur fyri t.d. innlegging.

– Privata tryggingin rindar ikki sín part, um tú ikki hevur goldið tín part í forhond, upplýsir Jan, sum leggur afturat, at eingin verður rikin út av einum sjúkrahúsi, men viðgerðin verður bara bráðfeingis og minimal, áðrenn fólk verða útskrivað.

Hann heldur, at lága lønarstøðið elvir til stórar sosialar trupulleikar, eitt nú noyðast foreldur at hava meira enn eitt arbeiði, og tað ger tað ómøguligt at vera um børnini í nøktandi mun. Tað gongur tað eisini útyvir teirra skúlagongd, og kann elva til tað, sum verri er.

– Lágar lønir elva eisini til lágan moral, staðfestir Jan.

Og so er tað kriminaliteturin – tað mást tú venja teg við sum ein part av samfelagnum, ikki minst í Memphis, og tað eru býarpartar, sum tú bara skalt halda teg burtur frá, sigur Jan.

Nógvir spenningar
Politiskt hevur verið sera buldraligt í USA seinastu árini. Jan sigur, at hann er ikki serliga politiskur: Hann hellur klárt demokratiska vegin, men hevði ikki aftrað seg vit at atkvøtt fyri einum góðum republikanskum kandidati, heldur enn einum vánaligum demokratiskum kandidati.

Jan greiðir frá, at støðan í USA er blivin so spent og polariserað, at hon beinleiðis ávirkar hansara hugsanir um framtíðina.

USA er so samansett av ymiskum fólkasløgum og mentanum, at tað alla tíðina er ein ávísur spenningur. Hetta er ein søguligur arvur, sum hevur sett síni spor í amerikanska lyndinum. Summir politiskir bólkar dyrka hesar spenningar serliga nógv.

Valið av Obama festi í
Hetta umskiftið, sum leikaði upp á tað harðasta, tá ið Biden skuldi setast í embætið, tað byrjaði, tá ið Barack Obama varð valdur til forseta.

– Ein spenningur er millum rasur, og tað vóru summi sum ikki toldu, at ein littur varð valdur í forsetaembætið. Teirra dagsskrá hevur síðani verið, at hetta ongantíð má henda aftur, sigur Jan.

Hann vísir á, at tey flestu væntaðu, at Trump fór ikki at vinna forsetavalið. Men Trump visti, hvat fólk hugsaðu, og dugdi sera væl at spæla upp á tað í sínum valstríði. Hann dugdi væl at fáa fólk at ímynda sær, hvat fór at henda, um Hillary Clinton varð vald – og at tað fór at føra USA út á eitt ‘óamerikanskt’ síðuspor.

– Nógv, sum lótu Trump sína atkvøðu, gjørdu tað meira sum eina atkvøðu ímóti Hillary Clinton, sigur Jan, sum heldur, at tað kanska hevði linkað spenningin, um tað vóru fleiri enn tveir flokkar.

Umhugsar at flyta
– Vit liva í einari vandamiklari tíð. Facebook-kjakið og fjølmiðlar yvirhøvur eru ógvusliga merkt av hatri. Verður støðan uppaftur verri, t.d. um ein, sum er verri enn Trump kemur framat, so umhugsi eg at flyta úr býnum – ella av landinum, í ringasta føri, sigur Jan.

Amerikanarar hava ein ávísan rætt at eiga og bera vápn lógliga (tað er nógv um kjak um hendan rætt – hvør heimildin er, hvussu víðfevndur hann er og um hann skal varðveitast ella takast av), og veruleikin er, at nógvir amerikanarar eiga vápn.

– Eg skilji ikki, at hetta skal vera ein rættur í einum modernaðum samfelag, og tað fær meg ikki at stúra minni fyri, hvat kann henda, um øsing kemur í, sigur Jan.

[object Object]
Jan roynir at halda føroyska málið við líka, men tað er ikki so lætt. Viðhvørt býðst eitt rættiligt høvi, sum t.d. tá ið systkinabarn hansara, Sólborg Lamhauge Magnussen, á sumri í 2018 gjørdi eitt rend úr Nashville til Memphis. Í miðjuni sonur Jan, Owen
 (Privat mynd)


Gleðir seg til at vitja aftur í Føroyum
Jan giftist í 1990 við Kelly. Hon er fødd í Pensylvania, búði seinni í Colorado, men hann møtti henni í Memphis, har mamman hevði fingið arbeiði. Tey eiga tríggjar vaksnar døtur – ein býr í Wisconsin og tvær búgva í Memphis – og ein 9 ára gamlan son, sum býr heima.

Tað er langt síðani, at Jan var heima í Føroyum, seks ár, og tá var hann einsamallur.

– Ætlanin var at koma í fjør, men korona setti fót fyri. Nú er so ætlanin hjá okkum øllum at koma seinni í ár, sigur Jan.

Tá fær hann eisini møguleika fyri takast við síni frítíðarítriv undir øðrvísi umstøðum.

Svangur eftir føroyskum bókum
– Eg fáist við at fotografera og eg motioneri, hetta seinna fyri at vera væl fyri kropsliga, men eisini fyri at spenna frá, tí flúgving er krevjandi, sigur hann og nevnir triðja ítrivið, sum er at lesa bøkur.

Honum leingist eftir at fáa hendur á føroyskum bókum, men tað er dýrt at fáa tær ‘over there’ eina í senn. At lesa føroyskar bøkur ger eisini, at hann ikki heilt missur sambandið við føroyska málið. Tað brúkar hann næstan bara, tá ið hann og Kristian Martin, mammubeiggin, tosa saman – og nóg illa tað, tí javnan detta teir yvir í amerikanskt, tá ið tað stendur á at finna røttu orðini.

– Eg gleði meg til at koma til at uppliva Føroyar, at møta skyldfólkum og vinfólkum – og til at hava eina heila pappeskju av føroyskum bókum við mær aftur til USA, sigur Jan Lamhauge.

Hann noyðist at leggja á, tí hann skal gera klárt til take off – leiðin gongur til Puerto Riko. Nú er ein løta, síðani ta samrøðuna – men so mikið er vist: Er hann á flogið í hesi løtu, so er hann á veg til ella frá onkrum øðrum forkunnugum stað við múgvandi amerikanarum innanborða.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

3
Leygardagur 08. mai 2021

Heitir hundar í fimm útgávum

Knekkið er gott, bollin eisini – yvirhøvur góð skoðsmál til pylsurnar frá Astu

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey, sum hava gingið við abstinensum eftir einum ordiligum hot-dog(s) síðan pylsuvognurin á keiini í Havn varð tikin burtur, eru bjargað.

Í dag var aftur møguleiki at bíleggja sær heitan hund í miðbýnum, hesaferð aftur á sjálvum Vaglinum, eins og í gomlum døgum, tá eisini seyðurin tráðaði eftir heitum hundum eins og í sanginum hjá Harkaliðnum um tulipanærina.

[object Object]

Umbygda Kioskin hjá Astu, sum í fjør varð re-lanserað sum kiosk og kaffi- og smyrjibreyðsbúð, er nú re-re-lancerað sum kiosk og pylsuvognur.

Talan er um heimagjørdar vørur. Tað vil siga, at pylsurnar eru framleiddar hjá Krás í Hósvík eftir uppskrift frá høvuðskokkinum hjá Vist og Vist heima í Havn. Bollarnir eru bakaðir á bakaríinum á Hotel Føroyum, og hitt tilhoyrið er eisini “heimagjørt” á hotellinum, tó ikki kettjuppið, skilst.

Seks sløg av pylsum skuldu kunna fáast í kioskini. Men fyrsta dagin vóru tó bara fimm ymsar pylsur at velja ímillum – nógv umrødda ræstkjøtpylsan slapp ikki við.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vildi.

- Ein av hvørjum
Vónbrotin yvir ikki at fáa ræstkjøtspylsu, valdu vit tó á fyrsta upplatingardegnum at keypa ein av hvørjum, og taka heitu hundarnar við á redaksjónina til eina skjóta smakkiroynd.

Talan er um kilipylsu, lambspylsu, ostapylsu, timianpylsu og svínapylsa. Eitt sindur er hvussu pylsurnar verða ballaðar í hesum heitu hundunum. Flestu hava kettjupp, summar sinnopp, og so er ein blandingur við snerktum leyki, súltaðum reyðleyki, dildsúltaðari agurk og øðrum súrmeti. Stokt flesk er eisini á onkrari.

[object Object]

Vit vóru samd um, at ‘hundarnir’ vóru góðir, men tó ósamd um, hvørt 55 krónur er ein OK prísur fyri ein hotdog av hesi góðsku.

Tað besta er, vóru vit samd um – og tað er galdandi fyri allar fimm dogs’arnar – at teir verða serveraðir við góðum bollum, og ikki tí smakkleysu og onkisigandi útgávuni, sum vit eru von við.

Pylsurnar vóru eisini heilt góðar, høvdu gott ‘knekk’ í skinninum og góðan konsistens. Undantakið var kanska kili- og dildpylsan, sum var eitt sindur mjølvut í kjøtinum, hóast smakkurin var góður.

Svínapylsan var tann, sum mest smakkaði av góðari vanligari pylsu, lambspylsan smakkaði mest heimagjørd, dildpylsan smakkaði sitt sindur øðrvísi, kilipylsan var væl kryddað uttan tó at vera sterk og ostapylsan var kanska tann besta.

Men vit iðraðu okkum øll yvir ikki at sleppa at royna tann ræsta hundin. Spurningurin, ið varð viðgjørdur kring borðið var: Hvat er heilsufrøðiligi munurin millum ein ræstan burgara og ein ræstan hotdog? Og hví kann annað seljast og ikki hitt? Kanska vit finna svarið... 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

4 Leygardagur 08. mai 2021

Gravgangur eftir pylsum frá Astu – men har var ongin røst

Heilsufrøðiliga vildi ikki góðkenna tær røstu pylsurnar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kundarnir flokkaðust rundan um hugnaligu kioskina hjá Astu á Vaglinum í Havn. Tey komu fyri at keypa heitan hund, hotdog.

Kunngjørt var frammanundan, bæði at teir fyrstu kundarnir fingu hundarnar ókeypis, og at eisini forkunnug frábrygdi av hesum heitu hundum vóru at fáa, nevniliga hotdogs við pylsum framleiddum úr røstum kjøti.

Men tey, ið høvdu vænta sær ein ræstan hund gjørdust vónbrotin.

[object Object]
Teitur Christensen, kokkur (Mynd: Sverri Egholm)

- Tíverri, Heilsufrøðiliga Starvsstovan vildi ikki geva okkum loyvi, var svarið frá Teiti Christensen. Hann er vanliga høvuðskokkur á matstovunum hjá Gist & Vist niðri í Gongini, ella Heima í Havn, tey sum kalla tað. Teitur stóð sjálvur í pylsukioskini henda fyrsta upplatingardagin.

Teitur greiðir frá, at boðskapurin hjá Heilsufrøðiligu var, at tey ikki sleppa at framleiða ræstar pylsur í sama høli, sum hinar pylsurnar. Vandi er fyri, at ræsta kjøtið kann spilla tilfarið til hinar pylsurnar. Heldur ikki er loyvt at rista ræstkjøtapylsurnar saman við øðrum pylsum, greiðir kokkurin frá.

Men Teitur hevur ikki givið upp at sleppa at borðreiða við ræstari pylsu í kioskini.

- Vit arbeiða við eini loysn, sigur hann.

Pylsurnar eru annars framleiddar hjá Krás í Hósvík eftir uppskrift frá Teiti Christensen.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

5

Størv

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 08. mai 2021

Hvalbiartunnilin tikin í nýtslu um vikuskiftið

Í dag, leygardagin 8. mai 2021, verður hátíðarhildið, at Hvalbiartunnilin verður tikin alment í nýtslu

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og køku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.

Síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.

Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið, og áðrenn landsstýrismaðurin klippir snórin, fer hornorkestrið at framføra nýggja tónleikaverkið “Hvalbiartunnilin” eftir Atla Petersen.

Fyrst at koyra ígjøgnum tunnilin verða Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini. Tað verður Allon sjálvur, sum koyrir.

Skráin fyri almenna hátíðarhaldið

  • Kl. 09 Leigubussar koyra frá Drelnesi til Roynhøllina í Hvalba.
  • Kl. 09–11 Morgunmatur við Roynhøllina í Hvalba.
  • Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilin.
  • Kl. 11:30–12 Røður og horntónleikur við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.
  • Kl. 12 Allon og Betta koyra ígjøgnum tunnilin.
  • Rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin.
  • Bussar koyra gongufólk frá viðarlundini í Trongisvági til Hvalbiar
  • Kl. 12:30 Ellisakfør og motorsúkklur koyra ígjøgnum tunnilin.
  • Kl. 13 Tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

7 Leygardagur 08. mai 2021

Løgtingið eigur ikki avgerðina um radaran

Landsstýrisfólkið tekur avgerðina eftir samráð við uttanlandsnevndina. Løgmaður og Jenis av Rana hava hildið fólkið fyri tað turra spott, heldur løgtingsmaður

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er landsstýrisfólkið og landsstýrið einsamalt, sum eiga endaligu avgerðina um at geva loyvi til at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum.

Hetta tí, at talan ikki er um ein millumtjóðasáttmála, men um viðurskifti Føroya og Danmarkar ímillum av stórum uttanríkispolitiskum týdningi.

Soleiðis sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum í einum skrivligum svari til Bjarna K. Petersen, løgtingsmann fyri Framsókn.

Løgtingsmaðurin spurdi Jenis av Rana um málið um radaran var at meta sum eitt mál, ið skal viðgerast eftir grein 52 í stýrisskipanarlógini.

Henda grein snýr seg um sáttmálar við onnur lond. Slíkir sáttmálar skulu leggjast fyri løgtingið til góðkenningar.

[object Object]Jenis av Rana (Savnsmynd)

Mál av serligum uttanríkispolitiskum týdningi
Men Jenis av Rana sigur í svarinum, at hetta málið ikki er fevnt av hesi greinini í stýrisskipanarlógini. Tað er hinvegin fevnt av grein 54, og tá skal løgtingið ikki góðkenna avtaluna.

“Hetta tí at avgerðin tekur støði í  samráðingum um eitt mál, ið hevur týdning fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum og eitt mál, ið hevur uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar”, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Jenis av Rana vísir á, at tvær ráðførslur og eitt samráð hava verið við uttanlandsnevndina í hesum málinum, og leggur afturat, at “endalig avgerð verður í fyrsta lagi tikin eftir enn eina ráðførslu”.

Grein 54 í stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingið velur eina uttanlandsnevnd, “

sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning”.

Í øðrum stykki verður nágreinað, at landsstýrið skal “ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum”.

[object Object]Bjarni K. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Halda fólk fyri tað turra spott
Bjarni K. Petersen, løgtingslimur er als ikki nøgdur við svarið frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum, sum sigur at løgtingið ikki skal atkvøða um hetta málið.

Í eini dagføring á Facebook í dag skrivar hann millum annað:

- Tað stendur altso eftirhondini sera greitt, at tað verður Jenis av Rana sum fer at hava endaligu avgerðina í mun til radaran. Tað er eisini tí at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, hvørja ferð teir hava fingið spurningin, hava svarað, at "avgerðin verður tikin í Føroyum".

- Tað teir sjálvandi hava meint við, er at Jenis av Rana og Bárður á Steig Nielsen skulu taka avgerðina, sigur Bjarni K. Petersen, og leggur afturat.

- Teir hava altso keypt sær tíð til at koma so langt í prosessina, áðrenn fólk rakna við og fanga tað, at hendan avgerðin er tikin fyri langari tíð síðani, og at nú skal tað bara spæla so friðarliga av sum til ber, væl vitandi hvussu ópopuler hendan avgerðin veruliga er millum Føroya fólki.

Bjarni K. Petersen heitir á fólk um at gera vart við seg, um tey eisini eru ónøgd við hesa avgerðina.

- Um tú heldur at nokk er nokk, og at tú ikki finnur teg í at Jenis av Rana og Løgmaður halda fólki fyri tað turra spott við einum spæli fyri gallarínum, so haldi eg at tú skal gera vart við tína ónøgd.

- Eg fari so ikki at lata hetta ganga framvið, skrivar Bjarni K. Petersen millum annað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

8 Leygardagur 08. mai 2021

Ikki hægri løn men skulu hava ráðharrabil

Knappar 90.000 krónur um mánaðin til løgmann og góðar 70.000 krónur til landsstýrisfólk er hóskandi, heldur ein nevnd, sum hevur handað álit

Ester Dahl, løgmaður, Christian Danielsen og Óli Meinertsson Hansen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólki er hóskandi, men ráðharrabilur eigur at vera tøkur.

Tað heldur ein nevnd, sum hevur handað løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn til landsstýrisfólk og løgmann. Tað er løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2003, sum ásetur, at løgmaður hvørt valskeið tilnevnir eina nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.

Fyri at tryggja eina óhefta nevnd heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndina um at tilmæla hvørji fólk skuldu veljast í nevndina. Í nevndini hava verið Ester Dahl, Óli Meinertsson Hansen og Christian Danielsen.

Umframt ráðharrabil mæla tey til at nærri reglur um samskiftisútreiðslur hjá landsstýrisfólkum verða ásettar í kunngerð, og at øll lønarinntøka skal vera mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarlønin verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn tríggjar mánaðir.

Eftir galdandi lóg fær løgmaður eina mánaðarliga samsýning, sum er 130 prosent av 40. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins. Landsstýrisfólk fáa eina mánaðarliga samsýning, sum er 110 prosent av 40. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins.

Lønarsamsýningin hjá løgmanni er 86.874 krónur um mánaðin. Landsstýrisfólk fáa 73.508 í lønarsamsýning um mánaðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

9 Leygardagur 08. mai 2021

Fóðurflakin skal lyftast upp við luft

Líkindini á Víkum eru vánalig, og bjargingarroyndin fer at taka drúgva tíð, sigur Hiddenfjord í tíðindaskrivi

Hellutangi rikin á land við Reipsáfoss (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað fer at taka drúgva tíð at royna at bjarga fóðurflakanum hjá Hiddenfjord, sum sleit á Víkum í illveðrinum 5. apríl.

Hann rak á land við Reipsáfoss, og alifelagið hevur roynt at fingið yvirlit yvir støðuna, og roynt at funnið útav hvat gerast skal.

- Støðan er ikki góð. Flakin er sokkin, og hevur fingið stóran skaða í botnin niðarliga á bakborðssíðu. Tó tykist ovari partur av flakanum at vera í hampiligum standi, sigur Hiddenfjord í tíðindaskrivi.

Avgerð er tikin um, at gera eina roynd at lyfta Hellutanga, sum flakin eitur, upp við luft.

- Vit hava, saman við serfrøðingum innan- og uttanlands, viðgjørt hvørjir møguleikar eru at bjarga flakanum. Niðurstøðan er, at av tí at flakin er heilur omandeks og á síðunum, ber til at lyfta hann upp við luft, um vit fáa tett øll op.

- Hetta arbeiði er farið í gongd, men av tí at Víkar er eitt sera kyrruvánt stað, og tí at líkindini eru vánalig, kemur bjargingarroyndin at taka drúgva tíð, sigur felagið.

Hiddenfjord upplýsir, at støðan viðvíkjandi Hellutanga annars er stabil, sum hann liggur nú. Dagligt eftirlit er við støðuni hjá flakanum og veðurlíkindunum á staðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

10 Leygardagur 08. mai 2021

Samgongan varðveitir meirilutan

Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið níggju tingsessir í part um val var í dag, sambært kanning sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin vísir, at samgongan hevði varðveitt meirilutan um val var í dag.

Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin gongur 2,3 prosentstig aftur og kemur niður á 18 prosent, sum gevur flokkinum seks tingfólk. Sambandsflokkurin hevur í dag sjey sessir á tingi.

Hinvegin gongur hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, fram, og hevði sambært kanningini fingið níggju tingsessir í mun til teir átta, sum flokkurin hevur í dag.

Fleiri veljarakanningar hava peikað á Javnaðarflokkin sum størsta flokk um val var í dag, og hendan er einki undantak. Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini fingið níggju tingsessir, sum eru tveir meira enn til løgtingsvalið í 2019.

Tjóðveldi hevði fingið seks fólk á ting um val var í dag, og tað er tað sama sum til løgtingsvalið í 2019. Miðflokkurin stendur eisini í stað og hevði eisini fingið tveir tingsessir.

Sambært kanningini gongur Framsókn aftur og fer úr tveimum niður í ein tingsess.

Sjálvstýri hevði ikki komið á ting um val var í dag, vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sosialin.

Fólkaflokkurin, 9 tingsessir (8 tingsessir seinasta val)
Sambandsflokkurin, 6 tingsessir (7 tingsessir seinasta val)
Javnaðarflokkurin, 9 tingsessir (7 tingsessir seinasta val)
Sjálvstýri, 0 tingsess (1 tingsess seinasta val)
Tjóðveldi, 6 tingsessir (6 tingsessir seinasta val)
Framsókn, 1 tingsess (2 tingsessir seinasta val)
Miðflokkurin, 2 tingsessir (2 tingsessir seinasta val)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

11 Leygardagur 08. mai 2021

Ætlanir um fimm frítíðarsmáttur í Mikladali

Smátturnar vera 55 fermetrar til støddar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi summar verða væntandi fimm hugnaligar smáttur klárar hjá ferðafólki at flyta inn í nakað oman fyri bygdina í Mikladali.

Stigtakararnir til eina ætlan við smáttum í Mikladali, eru nýliga farnir á hopfigging.fo at leita stuðul til verkætlanina.

Endamálið er at savna inn minst 170.000 krónur til verkætlanina innan 13. juni. Her fáa fólk møguleika at stuðla og afturfyri fáa møguleika at vera við til hátíðarhaldið, tá verkætlanin letur upp og eisini royna tænasturnar við bæði gisting og upplivingum afturfyri.

Stigtakararnir eru Jógvan Johannesen, John Daniel Guðjónsson og Óli Jógvansson.

Ætlanin er at byggja fimm smáttur Uppi á Deildini, sum er eitt økið oman fyri bygdina, niðan móti viðarlundini í Mikladali.

Um verkætlanina siga teir: “Okkara ynski er at kveikja áhuga fyri Kalsoynni og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd. Vit vita øll, at tær smáu bygdirnar, ið ikki hava fast samband við meginøkið, ikki hava lív lagað, um so er, at ikki verður sett meir fokus á tær. Tískil vóna vit at fáa tykkara stuðul til hesa verkætlan.”

Ætlanin er at byggja fimm smáttur á 55 fermetrar. Tær koma at hava stovu og køk í einum umframt vesi og tvey kømur. Tær kunnu húsa fýra til seks ferðafólkum.

Umframt at bjóða gisting, ætla stigtakararnir eisini at bjóða fram fjallatúrar og onnur tilboð fyri fólk, sum koma til Mikladals og Kalsoynna at ferðast.

Smátturnar uppi á Deildini skulu eftir ætlan vera klárar til innflyting næsta summar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

12 Leygardagur 08. mai 2021

Korona á løgreglustøðini: Tíggju starvsfólk í sóttarhaldi

Eitt starvsfólk hjá politinum er positivt við korona, og tí hevur fútin sent tíggju fólk í sóttarhald

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tíggju fólk hjá løgregluni eru farin í sóttarhald. Tað upplýsir Mihael Boolsen, fúti, fyri útvarpinum.

- Ein hjúnafelagi hjá einum starvsfólki var blivin smittaður, og viðkomandi starvsfólk er eisini blivið smittað. Og av trygdarávum eru fólk, sum hava verið í samband við starvsfólkið, send heim í sóttarhald, sigur Michael Boolsen.

Fimm fólk eru smittað við koronu í Føroyum í løtuni. Hin fimti er ein dómari, sum skuldi døma dystin millum Føroyar og Kekkia. Hini eru smittað av einum, sum varð staðfestur positivur 14 dagar eftir komu.

At tíggju fólk eru í sóttarhaldi, ávirkar ikki arbeiðið hjá løgregluni, vissar Michael Boolsen, fúti, um.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

13 Leygardagur 08. mai 2021

Roynir at finna pening, so tað ikki endar galið í Skúgvi

Landsverk hevur gjørt fyribils kanningar av havnalagnum í Skúgvi, og heldur fram við at fyrireika verkætlanina. Ætlanin er at bøta um havnalagið í summar

(Mynd: Brandur Sandoy)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Brot í lendingini í Skúgvi hevur nú vaksið seg so stórt, at vandi er fyri at fólkaskaði stendst av tí, segði Brandur Sandoy í einum grein 52 fyrispurningi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, og vildi vita um ætlanir vóru at bøta um hetta.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur nú svarað og hann sigur, at ætlanin er at gera arbeiðið í summar.

- Landsverk hevur gjørt fyribils kanningar av havnalagnum í Skúgvi, og heldur fram við at fyrireika verkætlanina. Roynt verður at finna pening, so arbeiðið kann gerast í summar, sigur Jørgen Niclasen í svarinum.

[object Object]Lendingin í Skúvoy (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

- Fleiri lendingar og atløgubryggjur á útoyggjum, sum Strandferðslan brúkar, eru ikki í nóg góðum standi. Havnirnar eru kommunalar, men tað kann verða trupult hjá smæstu kommununum at fíggja neyðugar umvælingar, sigur landsstýrismaðurin.

Og ábøtirnar mugu gerast í summar, heldur spyrjarin, Brandur Sandoy.

Slíkar umvælingar mugu gerast í summartíð tá tað er av fagrasta veðri, og fyri at fyribyrgja eini uppaftur størri umvæling, er tað av stórum týdningi, at lendingin verður umvæld í summar, sigur Brandur Sandoy.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

14 Leygardagur 08. mai 2021

Knappar 500 milliónir í frítíðarløn

32.882 fingu í vikuni frítíðarløn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin varð frítíðarlønin flutt á konto hjá 32.882 føroyingum.

Talan er um knappar 500 milliónir krónur, og hetta eru á leið somu tøl sum í fjør, sigur Taks á heimasíðuni.

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12 prosent av tí, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Mánaðarlønt hava rætt til frítíð við síni vanligu løn. Harumframt hava tey rætt til eitt frítíðarískoyti, sum er 1,5 prosent av lønini, sum er tjent í innvinningarárinum. Ískoytið verður vanliga útgoldið saman við lønini í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2021

15 Leygardagur 08. mai 2021

Móttøka á Hotel Djurhuus

Nýggir eigarar á gistingarhúsinum Yviri við Strond, sum áður hevði navnið Hotel Streym. Nú eitur tað Hotel Djurhuus, og stór umbygging er farin fram, sí myndirnar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rúni Djurhuus saman við øðrum yvirtóku herfyri Hotel Streym frá Svend Aage Ellefsen, sum hevur rikið gistingarhúsið frá 2006.

Gistingarhúsið Yviri við Strond í Havn hevur nú fingið nýtt navn og eitur nú Hotel Djurhuus. Umframt tað eru stórar umvælingar gjørdar, og hotellið hevur fingið eina yvirháling. Millum annað eru nøkur kømur komin afturat, og nýggjur matarsalur er gjørdur. Eisini er nýggjur bygningur gjørdur til móttøku, og á ovastu hædd er lounge.

Á Hotel Djurhuus eru 42 kømur, og gistingarhúsið hevur tríggjar stjørnur.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók hósdagin:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Annika Due Jacobsen, leiðari á Hotel Djurhuus

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

16 Leygardagur 08. mai 2021

Qodio yvirtekur partar av Krea

Krea fer nú at miðsavna um intranet-skipanina, og kemur nú at eita Intra 

Jógvan Andersen, t.v., Quodio, og Jaspur Langgaard, Krea
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

KT-fyritøkan Qodio á Strondum hevur yvirtikið ein part av virkseminum hjá fyritøkuni Krea í Runavík. Talan er um virksemið innan sniðgeving og heimasíður.

Tað boðar Krea frá í tíðindaskrivi.

Krea byrjaði sítt virksemi í 2003, og hevur ment seg hesi 18 árini, sum ein heildarveitari innan sniðgeving og menning av heimasíðum. 

Seinastu fimm árini hevur fyritøkan eisini ment IntraKrea, ið er ein intranet loysn, sum áleið 100 fyritøkur, stovnar og handlar brúka - bæði í Føroyum og Grønlandi.

Fyri betur at miðsavna seg um intranetið kemur kemur IntraKrea at halda áfram í felagnum hjá brøðrunum Jaspur og Reimund Langgaard, sum nú kemur at eita Intra. 

- Qodio yvirtekur Krea og virksemi innan sniðgeving og heimasíður. Krea hevur gott samstarv og stórt álit á Qodio og stjóran. Jógvan Andersen. Krea er sannført um, at bæði starvsfólk og kundar koma í góðar og tryggar hendur við hesum broytingum, skrivar Jaspur Langgaard í tíðindaskrivinum.

Skrivstovurnar hjá Qodio verða á Strondum og í Klaksvík, meðan Intra heldur fram í Runavík. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

17 Leygardagur 08. mai 2021

Korona hevur sett ferð á nethandilin

Men vøksturin í nethandlinum megnaði ikki at viga upp fyri lækkandi eftirspurninginum á vanliga postvirkseminum. Úrslitið í 2020 var eitt hall á 2,4 milliónir krónur eftir skatt

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Posta kunngjørdi mikudagin roknskapin fyri 2020. Sølan setti met, og gjørdist 125 milliónir krónur fyri øll feløgini. Samansetingin av søluni broyttist tó munandi. Meðan nethandilin í Føroyum tvífaldaðist, minkaði virksemið innan post og flogfrakt vegna koronu. Dótturfeløgini, PostaLogistics í Danmark og North West Chartering í Føroyum, høvdu jaliga gongd í árinum.

Rakstraryvirskotið fyri 2020 er 8,2 milliónir krónur svarandi til 7 prosent. Tað er lægri enn tey umleið 10 prosentini, sum Posta hevur havt seinastu nógvu árini. Hetta ávirkar úrslitið, sum endaði við einum halli á 2,4 milliónir krónur eftir skatt.

- Árið 2020 var eitt ár við fleiri undantøkum. Starvsfólkunum og okkara miðvísa arbeiði við at menna tænastuna fyri at takka, megnaðu vit at tillaga okkum broyttu umstøðurnar við koronu. Tað var ikki ein dagur, at korona steðgaði virkseminum. Í árinum minkaði talið av brøvum við 11 prosentum, og tá ið handlarnir stongdu, varð tørvurin á lýsingabløðum væl minni.

- Samstundis varð flogferðslan skerd í fleiri tíðarskeiðum, og tað ávirkaði flogfraktina hjá Posta. Korona hevði tí eina avgerandi ávirkan á úrslitið í 2020, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Hóast árið ikki hilnaðist sum upprunaliga ætlað, væntar Posta jaliga gongd komandi árini.

Føroyingar hava nevniliga tikið nethandilin til sín, og fraktøkið væntast framhaldandi at vaksa ikki bert í Føroyum, men eisini á øðrum marknaðum. Tað er ætlanin framhaldandi at styrkja tænasturnar á hesum økjum. Talgilding og sjálvgreiðsluloysnir til privat og vinnu er natúrligur partur av hesum, greiðir Joel frá:

- Nethandilin er tvífaldaður í árínum, tó er talan enn um smáar nøgdir, sammett við aðrar marknaðir. Potentialið er stórt – vit arbeiða miðvíst fram ímóti at viðskiftafólk, bæði privat og vinna, kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við Posta talgilt og ómakaleyst.

- Vit fáa jaligar afturmeldingar frá viðskiftafólkum, nú vit hava víðkað netið av avgreiðslum í samstarvi við Magn, eins og nógvar fyritøkur velja talgilda sambinding við okkara farmaskipan. Tað ger bílegging av flutningi munandi lættari, sigur Joel undir Leitinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

18 Leygardagur 08. mai 2021

Stjórin í Skansi: Góðar vónir til framtíðina

- Vónirnar til framtíðina eru góðar, nú felagið er komið aftur á beint sigur Jens Meinhard Rasmussen

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Støðan í altjóða frálandsvinnuni, nú korona hevur herjað í meira enn eitt ár og m.a. hevur havt við sær minkandi virksemi, er alt annað enn góð, og hetta merkir eisini føroyska reiðaríið Skansi Offshore, sum hevur fimm skip í vinnu. Sambært Kringvarpinum hevur Skansi Offshore brúkt allan partapeningin, sum var í felagnum, 86,3 milliónir krónur, til at gjalda skuld.

Um somu tíð hava norska felagið Havila Holding og føroyska smápartafelagið Sæborg avgjørt at tekna nýggjan partapening í Skansi Offshore, tilsamans 29,7 milliónir krónur. Sæborg stendur fyri 21 milliónum og Havila Holding fyri 8,7 milliónum krónum. Hesi bæði feløgini vóru millum størstu partaeigararnar í felagnum. Avgerðin um nýggja partapeningin varð tikin á eykaaðalfundi 20. apríl.

Arbeitt við umskipan síðani 2019
Skansi Offshore, sum eins og flest onnur frálandsreiðarí kring heimin hevur kent fylgjurnar av fleiri kreppum seinastu árini, hevur síðani í desember 2019 arbeitt við eini umskipan og endurfíggjan av felagnum. Hóast arbeitt hevur verið miðvíst við hesum, so hava avbjóðandi marknaðartreytir og stórt útboð av skipum umframt minkandi leitivirksemi verið orsøkin til torføru støðuna hjá felagnum. Tá so ein møgulig fíggingarloysn var í stoypiskeiðini kom enn ein avbjóðing, nevniliga korona, sum bara gjørdi støðuna uppaftur verri. Korona broytti heilt fortreytirnar fyri tí loysn, sum arbeitt varð við frá byrjan.

Felagið hevði so tvinnar kostir í at velja: antin heilt at gevast ella at finna eina burðardygga loysn. Felagið var í tí hepnu støðu, at bæði skip og manning hjá Skansi hava havt eitt sera gott umdømi millum kundarnar. Tað var so við til at eggja leiðsluni í felagnum at finna eina framtíðar loysn, sum kundi tryggja víðari virksemið. Eins og flestu onnur reiðarí í frálandsvinnuni, sum stríðast við stórari skuld, so ráddi um hjá Skansileiðsluni at finna eina hóskandi loysn í hesum sambandi.

Eftir samráðingar við lánistovnar og íleggjarar eydnaðist tað at gera eina avtalu, sum tryggjar framtíðina fyri øll tey fimm skipini hjá felagnum. Hóast tapini, sum lánistovnar og partaeigarar koma at bera, so skilst, at eingin veitari hjá Skansi fer at bera tap, og tað fer so heldur ikki at ávirka hvørki starvsfólk ella manningar. Oljan.fo skilur, at avtalan bøtir munandi um kappingarføri og gjaldføri og gevur felagnum góðar vónir um framtíðina.

[object Object]
Jens Meinhard Rasmussen

Vónirnar til framtíðina
Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen, segði við sendingina Breddin í útvarpinum mikudagin, at nú felagið verður endurreist, eru vónirnar til framtíðina góðar. Hann vísti á, at eftirspurningurin eftir skipum í frálandsvinnuni er farin at vaksa aftur, nú leitingin fer at økjast aftur.

- Eg havi góða trúgv uppá hesa bransjuna frameftir, segði hann við Útvarpið. Øll skipini hjá Skansi hava arbeiðsuppgávur í løtuni, og útlitini sýnast eisini góð. Eitt nú arbeiða skipini fyri Equinor og Vår Energi.

Skansistjórin vísti á, at felagið hyggur eisini eftir øðrum møguleikum í frálandsvinnuni, eitt nú í sambandi við menningina av vindorku og øðrum líknandi virksemi.

Seinastu mongu árini í tungum sjógvi hava so ikki koppað føroyska reiðaríið, sum saman við Thor í Hósvík hava brotið upp úr nýggjum í frálandsvinnuni og útvegað hundraðtals føroyskum familjum inntøkuna. Sum skilst hava mongu avbjóðingarnar og nú seinast eisini korona kenst sum brotasjógvar fyri Skansireiðaríið, ið kortini enn einaferð hevur hórað undan og nú hyggur frameftir við teimum møguleikum, sum eru og sum koma.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

19 Leygardagur 08. mai 2021

Smyril Line knappar átta milliónir í avlopi

Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Smyril Line hevði í gjár ársaðalfund. Úrslitið fyri 2020 vísti eitt yvirskot á 7,8 milliónir. Tað er munandi verri, enn mett varð frammanundan. Orsøkin til laka úrslitið er koronufarsóttin. Havandi hetta í huga eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið. Smyril Line rindar onki vinningsbýtið fyri 2020.

Ferðavinnan hevði eitt vánaligt ár í 2020. Hetta rakti eisini Smyril Line. Niðurgongdin er stór. Færri ferðaseðlar til Norrönu vórðu seldir, og færri gistingar enn vónað hava verið á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Tilsamans minkaði umsetningurin á ferðafólkasíðuni hjá Smyril Line umleið 170 milliónir krónur.

Í vetur 2020/2021 bleiv Norrøna umvæld og endurnýggjað. Skipið fekk 50 kømur afturat. Tey gomlu kømrini vórðu nútímansgjørd, og á ovasta dekki varð ein nýggj café gjørd. Ymist annað bleiv broytt og bøtt. Eitt nú fekk skipið nýtt uppihaldsøki við sofum og stólum.

Norröna kom í flotan í 2003. Tá væntaðu ferðafólk ikki tað sama, sum tey gera í dag. Reiðaríið heldur tað tí vera neyðugt at fylgja rákinum og liva upp til tey krøv, ið ferðafólk við Norrönu hava.

Smyril Line meinar, at góðir møguleikar eru í ferðavinnuni í Føroyum, men støðan við koronu-avmarkingum ger arbeiðið trupult. Eingin veit at siga, hvat er í væntu júst í teirri vinnuni.

Farmavirksemið hjá Smyril Line er ikki rakt av koronu og gekk eftir ætlan í 2020. Umframt Norrönu hevur Smyril Line fimm farmaskip í flotanum: Eystnes, Hvítanes, Akranes, Mykines og Mistral. Smyril Line hevur leigað Mistral.

Farmasiglingin varð økt í 2020. Leiðin millum Niðurlond og Noreg, ið farmaskipið Akranes røkir, varð løgd afturat. Akranes siglir hvørja viku millum Rotterdam í Niðurlondum og Tananger, Bergen, Tróndheim, Rørvik og Hitra í Noregi.

Talið á starvsfólkum í Smyril Line-samtakinum liggur um 500. Tey flestu eru føroyingar.

Framtíðarútlitini hjá Smyril Line eru góð. Farmavirksemið væntast at vera støðugt, og útlitini fyri vøkstri í ferðavinnuni eru eisini góð.  Eftirspurningurin eftir Føroyum og Íslandi sum ferðamál økist. Samtakið hevur av hesi grund framtíðartryggjað seg á ferðavinnuøkinum við øktum kapasiteti umborð á Norrönu og á gistingarhúsunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

20 Leygardagur 08. mai 2021

Útisetar møguleika at koppsetast í Føroyum

Arbeiða við at broyta koppsetingarkunngerðina

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsstýrið fer nú at broyta koppsetingarkunngerðina, so føroyskir útisetar, sum eru í Føroyum, og útlendingar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, kunnu verða koppsettir ókeypis fyri koronu í Føroyum. Tað merkir eitt nú, at lesandi ikki nýtast at stúra fyri summarferiuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin við heilsumálum arbeiðir nú við at víðka koronu-koppsetingarkunngerðina, so føroyingar, ið búgva uttanlands, men eru staddir í Føroyum, eisini kunnu verða koppsettir ókeypis í Føroyum. Somuleiðis skulu útlendingar, sum eru í Føroyum í eitt longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, kunna verða koppsettir ókeypis í Føroyum.

Broytta kunngerðin fer at verða lýst í næstum, og tá fer eisini at verða kunnað alment um, hvussu hesi skulu bíleggja sær tíð til koppseting, skrivar Heilsumálaráðið á netinum.

Sambært galdandi kunngerð er tilboðið um koppseting bert galdandi fyri tey, sum búgva í Føroyum.

Nógv lesandi hava leitað sær heim
Men hetta kravið ger tað trupult hjá nógvum, serliga hjá lesandi útisetum. Nógvir teirra hava nevniliga langt síðani leitað sær heim til Føroya, nú koronufarsóttin hevur leikað á, tí útbúgvingarstovnarnir hava verið stongdir, og øll undirvísing er farin fram á netinum.

Tað er bæði tvørligt og dýrt hjá hesum útisetum at skula aftur til londini, har tey lesa og hava bústað, fyri at koppsetast, serliga hjá teimum, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark.

Í løtuni lesa 1.039 føroyingar uttanlands, 882 í Danmark og 157 aðrastaðni.

Útisetar, sum ikki eru í Føroyum, men ætla sær heim í feriu, høvdu eisini komið í tvístøðu, sleppa teir ikki at koppsetast her. Tí vandi er fyri, at teir ikki eru koppsettir ella ikki liðugt koppsettir í landinum, har teir búgva, áðrenn teir skulu til Føroya. Men tá kunngerðin um koronukoppseting verður broytt, fer at bera til hjá teimum at koma heim at halda summarfrí, og lata seg koppseta í Føroyum.

Í tí sambandinum verður mælt til, at útisetar taka bæði prikini í Føroyum, hetta fyri at tryggja, at koppsett verður við sama slag koppingarevni báðu ferð.

Forða fyri koppsetingarturismu
Hjá útlendingum, sum halda til í Føroyum í longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, er tað somuleiðis bæði tvørligt og dýrt, verða teir noyddir at fara til heimlandið – helst tvær ferðir – fyri at lata seg koppseta fyri koronu. Tí fara teir eisini at fáa ókeypis koppseting fyri koronu í Føroyum. Bæði útisetar og útlendingar verða koppsettir, tá bólkarnir, teir annars høvdu hoyrt til, um teir búðu her, standa fyri tørni. Talan verður sostatt ikki um at gera nakra serskipan fyri hesar báðar bólkarnar.

Í broyttu kunngerðini fer at verða kravt, at bæði útisetar og útlendingar skulu vera í Føroyum í eitt ávíst tíðarskeið, væntandi 30 dagar, skulu teir koppsetast her. Við hesum kravi verður forðað fyri, at víðkaða kunngerðin letur upp fyri koppsetingarturismu – tað er, at fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta, ókeypis koppseting.

Í Danmark hava tey eisini gjørt tað smidligari hjá fólki, ið hava tilhald í landinum, men hava bústað í øðrum landi, at fáa ókeypis koppseting. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um, at ongi ivamál hesum viðvíkjandi heldur fara at vera í Føroyum, nú summarferian stendur í durinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2021

21 Leygardagur 08. mai 2021

Ísland sleppur kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Føroyum

Atlantsflog byrjar at flúgva til Reykjavíkar 18. juni - um føroyska kravið um sóttarhald eisini verður slept, so byrjar flúgvingin helst fyrr, sigur stjórin í Atlantsflog

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin – sama dag sum staðfest varð, at fólk aftur eru vorðin smittað innanlands í Føroyum – boðaðu íslendskir myndugleikar frá, at galdandi krøv um sóttarhald og kravda koronakanning ikki longur verður galdandi fyri ferðafólk úr Føroyum.

Nýggja skipanin verður galdandi frá 10. mai at rokna, upplýsir íslendska aðalkonsulatið í skrivið.

- Smittulæknarnir hava gjørt av at taka Føroyar av listanum yvir vandaøkir orsaka av covid-19, tí fáir smittutilburðir eru staðfestir har í ár. Ferðafólk úr Føroyum, sum hava havt uppihald har í minst 14 dagar, sleppa tí undan krøvunum vegna covid-19, sum annars eru galdandi fyri útlendsk ferðafólk, ið koma til Íslands, stendur í skrivinum.

Íslendska avgerðin í dag, fær ikki ávirkan á flúgvingina millum Føroyar og Íslands beinanvegin. Tað upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

- Vit hava sett flúgvingina til Keflavík á listan galdandi frá 18. juni, og tað skal sigast, at áhugin fyri at keypa ferðaseðlar hevur verið ógvuliga avmarkaður.

- Møguliga verða fleiri, nú íslendska kravið um sóttarhald verður avtikið. Men tað er framvegis krav um sóttarhald í Føroyum galdandi fyri ferðandi úr Íslandi. So leingi sum hetta krav er galdandi, broyta vit ikki ferðaætlanina.

- Men um Føroyar eisini sleppa kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Íslandi, so kann væl vera, at vit byrja flúgvingina til Íslands áðrenn 18. juni, sigur Johanna á Bergi.

Atlantsflog hevur eisini sett flúgvingina til Edimburg á ferðaætlanina, galdandi frá 1. juli.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

22 Leygardagur 08. mai 2021

Nú kunnu øll 45 ár og eldri bóka tíð til koronukoppseting

6.500 skamtir av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech komu til landið mikudagin, og koppsetingin er tikin uppaftur á sjúkrahúsunum

Nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin kom ein sending við 6.500 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech til Føroyar, og harvið er koppsetingin tikin uppaftur á teimum trimum sjúkrahúsinum.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at hildið verður fram við koppsetingini, til koppingarevni er uppi, og at nýggj sending við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í aðru viku.

Nú er eisini greitt, at øll, sum eru 45 ár og eldri, nú kunnu bóka sær tíð til koppseting á corona.fo. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

23 Leygardagur 08. mai 2021

Ford aftur á fyrsta plássi

Javnt í oddinum millum mest seldu bilmerki í apríl

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bilmerkini Kia og Hyundai, sum í mars mánað lógu á øðrum og fyrsta plássi sum mest seldu bilar, eru yvirhálaði av amerikanska bilmerkinum Ford.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni fyri síðsta mánað.

23 bilar av Ford vórðu seldir í apríl. Næstmest selda merkið er Hyundai við 22 bilum, og á triðja plássi liggur Kia við 21 bilum.

Volkswagen er fjórðmest selda bilmerki í apríl við 20 bilum.

Kia liggur framvegis ovast á listanum yvir mest seldu merki higartil í 2021 við 112 bilum. Ford á øðrum plássi við 103 bilum, og Toyota er triðmest selda bilmerki við 87 bilum.

10 mest seldu bilmerki í apríl

1. Ford (23 bilar)
2. Hyundai (22 bilar)
3. Kia (21 bilar)
4. Volkswagen (20 bilar)
5. Renault (17 bilar)
6. Toyota (17 bilar)
7. Volvo (17 bilar)
8. Mercedes-Benz (12 bilar)
9. Honda (7 bilar)
10. Suzuki (7 bilar)

10 mest seldu bilmerki í ár

1. Kia (112 bilar)
2. Ford (103 bilar)
3. Toyota (87 bilar)
4. Volkswagen (84 bilar)
5. Hyundai (71 bilar)
6. Volvo (71 bilar)
7. Renault (58 bilar)
8. Mercedes-Benz (48 bilar)
9. Citroen (39 bilar)
10. Nissan (36 bilar)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

24 Leygardagur 08. mai 2021

Lions hjálpir raktum børnum

Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Blá Kross-átakinum “Øll hava rætt til góð barnaár”, og gjørdist talan hesaferð um tilsamans 50.000 krónur frá Lions Club

Mortan Poulsen, økisformaður í Lions Club í Føroyum, handaði umboðunum frá Bláa Krossi Føroya, Alisu Hammer og Dakko Petersen, tær 50.000 krónurnar frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– At vit fáa stuðul frá privatfólki, felagsskapum og øðrum er tað, ið heldur okkara virksemi uppi. Vit eru á fíggjarlógini við eini stuðulsjáttan, men hon megnar slett ikki at bera arbeiðið hjá okkum.

Tað sigur Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi Føroya, ið varðar av átakinum “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum í ár fekk ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum hesaferð var 50.000 krónur.

– Trý ársverk eru knýtt at “Øll hava rætt til góð barnaár”, ið hjálpir børnum og ungum, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka ella rúsevni fylla ella hava fylt ov nógv í heiminum, sigur hon.

– Vit hava bólkatilboð til børn og ung, og beint nú hava vit sjey bólkar, sum fevna um nøkur og 40 børn og ung. Aftrat tí arbeiða vit við foreldrunum og familjunum samlað, umframt at vit veita einstaklingasamrøður. Og alt hetta ber altso bara til, tí vit møta góðvild ymsastaðni.

Kapping og vælgerð
Stórsteypadystirnir eru dystir, ið hava tvinni endamál. Annað er at skjóta ávikavist hondbólts- og fótbóltskappingina í gongd, og hitt er at fáa til vega pengar til eitt vælgerðandi endamál.

Tí eru hesir dystir altíð samstarv millum Lions Club í Føroyum og ávikavist Hondbóltssambandið og fótbóltssambandið.

Fyri triðju ferð á rað er upphæddin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti løgd saman, tí tá er størri møguleiki at stuðla við eini upphædd, ið veruliga kann gera mun.

Hesaferð er talan um ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið í hondbólti, hjá kvinnum Kyndil-H71 og hjá monnum H71-VÍF, og stórsteypadystirnar í fótbólti, hjá kvinnum KÍ-NSÍ og hjá monnum HB-NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

25 Leygardagur 08. mai 2021

Kirkjugarðurin í Leirvík skal víðkast

Hetta er fyrstu ferð síðani miðskeiðis í 1980'unum. Eysturkommuna hevur keypt lendið norðan fyri verandi kirkjugarð

Tvær milliónir krónur eru settar av til arbeiði (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta tvær milliónir krónur av fyri í ár til arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Leirvík.

Ætlanin er, at 430 pláss norðan fyri verandi kirkjugarð skulu gerast afturat í fyrstu atløgu. Í næsta byggistigi verður møguleiki at gera áleið 300 afturat niðaneftir.

Hetta er møguligt, tí Eysturkommuna hevur keypt lendið norðan fyri kirkjugarðin. Heimasíðan eysturkommuna.fo skrivar, at nú verður gjørt klárt til at bjóða arbeiðið út.

Tørvurin er har, tó í løtuni eru áleið bert 30 pláss tøk, og áleið 10-12 gravir verða brúktar um árið. Tí er neyðugt at víðka um kirkjugarðin, sum seinast víðkaður miðskeiðis í 1980unum, skrivar Eysturkommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

26 Leygardagur 08. mai 2021

Sosialráðgeving á Landssjúkrahúsinum

Almannaverk og sjúkrahús í nýtt samstarv

Frá vinstru sosialráðgevararnir Siri Joensen og Nicolina Rubeksen og Morid Jacobsen, leiðari fyri borgaratænastuni undir Almannastovuni
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Almannaverkið og Landssjúkrahúsið eru saman farin undir eina verkætlan at veita sosialráðgeving til fólk, sum eru innløgd á Landssjúkrahúsinum.

Sjúka kann elva til ótryggleika og fáa sosialar avleiðingar. Tí kann vera gott at fáa ráðgeving og vegleiðing frá einum sosialráðgeva tíðliga í sjúkugongdini, so neyðug hjálp kann setast í verk. Hetta kann fyribyrgja, at sosiala støðan versnar óneyðugt.

Tað eru Nicolina Rubeksen og Siri Joensen, sum verða knýttar at Landssjúkrahúsinum. Tær starvast sum sosialráðgevar á Borgaratænastuni í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum.

Sosialráðgevin verður at hitta á Landssjúkrahúsinum hvønn týsdag og hósdag millum klokkan 10.30 og 14.30.

Við ársenda verður verkætlanin eftirmett, og støða verður tikin, um hildið verður fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

27 Leygardagur 08. mai 2021

Heri og Frants Vilhelm heiðraðir fyri trúfast arbeiði

Hava hildið havnargøtur reinar í ávikavist 35 og 20 ár

Ein býráðslimur, ein borgarstjóri og tvær býarmyndir. Frá vinstru Bjørg Dam, Frans Vilhelm Jacobsen, Heri Jensen og Heðin Mortensen (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ótroyttiligir og í øllum veðri heinta teir burturkast upp í miðbýnum. Teir báðir Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen fingu mikudagin handað heiðursbræv fyri trúgva tænastu.

Heri Jensen hevur síðani 1986 við eldhuga og nærlagni hildið býin reinan. Frants Vilhelm Jacobsen hevur gjørt tað sama síðani 2001.

Teir hava trúfastir sópað gøtur og vegir fyri burturkast. Og soleiðis hava teir veitt sítt týðandi íkast til at fáa Havnina at skína. Eisini hava teir í virkseminum verið ein fyrimynd fyri onnur.

Mong eru tey, bæði ung og eldri, sum hava varnast miðvísa arbeiðið hjá Hera og Frants Vilhelmi.

- Áhaldandi arbeiðið hevur verið umhvørvinum og øllum havnarborgarum til gagns, segði Bjørg Dam, býráðslimur, tá ið hon handaði teimum báðum heiðursbrævið.

Hon legði aftrat, at tað at rudda burtur rusk í gerandisdegnum hevur stóran týdning fyri umhvørvið, og arbeiðið hjá gøtusóparunum ger allar havnarborgarar tilvitaðar um umhvørvið.

Hesa vikuna er umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu, og kommunan varpar í ár ljós á burturkast og endurnýtslu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

28
Leygardagur 08. mai 2021

Gadus fingið altjóða viðurkenning

Sum fyrsta fiskifar í Føroyum hevur Gadus fingið altjóða góðkenning frá Global Seafood Assurances fyri ábyrgdarfullan fiskiskap. Gadus telist millum fyrstu 10 fiskiskip í heiminum at fáa hesa viðurkenning

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í Føroyum hevur Gadus sera gott umdømi millum sjómenn, sum sæst aftur í stóra áhuganum fyri at fáa kjans við trolaranum, sum fiskar tosk í Barentshavinum.

Úti í heimi herðast krøvini frá kundum um,  at veitarar av fiskavørum fáa fiskin til vega á ein ábyrgdarfullan hátt. Tí eru stig eisini tikin til at seta á stovn Global Seafood Assurances (GSA), ið er ein óheftur felagsskapur, sum góðkennir og eftirkannar fiskiskip í mun til ein ávísan standard.

Gadus hevur júst fingið hesa góðkenning, sum tryggjar keyparunum av toska- og hýsufløkum, at skipið altíð livir upp til altjóða krøv til arbeiðsumhvørvið og trygd.

Góðkenningin er grundað á skjalfestingar
Hanus Hansen, stjóri í JKF Trol, fegnast um nýggju góðkenningina:

- Sjálvur havi eg verið sjómaður og síðani skipari í fleiri ár, áðrenn eg gjørdist stjóri í JFK Trol. Og sum fyrrverandi sjómaður freistist eg onkuntíð at hugsa, at manningin skal bara gera, sum vit plaga – trygt og gott. Men heimurin er nógv broyttur, tí mugu vit eisini áhaldandi eftirhyggja okkara arbeiðslag og endurskoða okkara hugsanir um arbeiðsumhvørvið.

- Tað er gott, at vit hava sjófólk, sum starvast hjá okkum í drúgt áramál. Eitt greitt tekin um, at vit hava góð og trygg arbeiðsviðurskifti, men við hesi altjóða góðkenningini skjalfesta vit mótvegis umheiminum, at vit arbeiða sambært hægstu krøvum til handfaringini av manningini. Innanhýsis gevur tað okkum eisini áræði og høvi til støðugt at menna okkum sum eitt gott og trygt arbeiðspláss, tá ein óheftur triði partur javnan eftirhyggur hesi viðurskifti.

Formliga góðkenningin er nevnd Responsible Fishing Vessel Standard (RFVS), sum er ein sjálvboðin góðkenning fyri hvørt fiskifar fyri seg.

JFK Trol hevur givið GSA innlit í og skjalfestingar fyri eini røð av manningarviðurskiftum í sambandi við tilgongdina. Reiðaríið skal við hesum standa inni fyri, at manningin verður rættvíst viðfarin, fær hóskandi uppvenjing, og arbeiðir sambært góðum og tryggum viðurskiftum tá umræður samsýning, máltíðir og hvílitíðir.

Góðkenningin RFVS er grundað á tvær meginreglur: (1) Skynsom leiðsla og trygdarskipanir, og (2) rættindi, tryggleiki og trivnaður hjá manningini. Denturin á trivnaðin hjá manningini umborð er grundfest í konventiónum hjá eitt nú altjóða arbeiðsfelagsskapinum ILO. Standardurin var liðugt orðaður í 2020 eftir eina trý ára tilgongd. Í januar 2021 var fyrsta fiskifar góðkent, og Gadus er níggjunda fiskifari í heiminum at fáa góðkenningina.

Viðskiftafólkini taka væl ímóti
Eisini á bretska marknaðinum virðismeta tey, at Gadus nú hevur fingið hesa góðkenning.

Soleiðis viðmerkti Andrew Crook, forseti í bretska National Federation of Fish Friers:

- Eg ynski JFK hjartaliga til lukku við hesi góðkenning til Gadus. Burðardygd er eitt stórt hjartamál hjá okkum øllum, men tað er serliga týdningarmikið fyri fisk og kips vinnuna. Tað er heilt avgerandi at tryggja, at fiskastovnarnir verða røktir burðardygt, og tí er fiskiskapurin hjá JFK eisini MSC góðkendur. Nú hevur JFK eisini fingið eina góðkenning, sum váttar, at manningin umborð á Gadus hevur røttu førleikarnar og fáa røttu arbeiðsumstøðurnar sambært hægstu standardum. Tað er øgiliga gott at síggja, at so týðandi veitarar sum JFK velja at reka sítt virksemi samsvarandi hægstu krøvunum, tí so kunnu vit eisini njóta okkara fisk og kips í framtíðini.

At viðskiftafólkini virðismeta góðkenningina er eisini ein av orsøkunum til, at JFK hevur brúkt tíð og orku upp á at fáa hana.

- Tað eru fleiri fyrimunir fyri JFK at fáa Gadus góðkendan, greiðir Hanus Hansen frá.

- Mest upplagdi fyrimunurin er styrkta umdømið millum kundarnar í marknaðinum. Men enn størri týdning hevur tað, at vit øll í reiðaríinum kunnu vera errin av, at vit gera tað rætt: Trygt og rættvíst. Og at vit hava fingið ein høgt virdan altjóða felagsskap at veita okkum eina góðkenning, sum skjalfestir hetta, sigur Hanus Hansen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

29
Leygardagur 08. mai 2021

Brislingur mest sum allastaðni at síggja har dýpið var meira enn 25 metrar

Jákup Sverri hevur fyri stuttum gjørt kanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ekkókanningar av brislingi á Skálafirði og Tangafirði eru gjørdar við Jákup Sverra í tíðarskeiðinum 22. til 24. apríl 2021.

Brislingur var at síggja mest sum allastaðni, har dýpið var meira enn áleið 25 metrar. Tað var heldur meir av brislingi at síggja á Tangafirði enn á Skálafirði.

Um dagin sást brislingurin í smáum torvum nær botni og sum størri stimar uppi í sjónum. Støddin á fiskinum, sum stóð niður móti botni, var blandað, mest tvey ára gamal fiskur, meðan skriftin, sum sást upp móti vatnskorpuni, var smáur ársgamal brislingur.

Í skýmingini lyfti brislingurin seg upp frá botni og loystist heilt upp í vatnsúluni.

Eingin lodna var fingin á túrinum, og sostatt er lodnan, sum var fingin í kanningunum fyri einum ári síðani, ikki at síggja í ár. Tó var lodna fingin fyrr í ár á yvirlitstrolingunum á Landgrunninum, so óvist er, hvar hon er farin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

30 Leygardagur 08. mai 2021

Stór bilasølustevna í Trongisvági um vikuskiftið

Fleiri bilasølur og aðrir handlar eru við á sølustevnuni í ítróttarhøllini í Trongisvági

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið verður tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.

Opið verður leygardagin og sunnudagin frá kl. 14 til kl. 20 báðar dagar.

Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur við. Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.

Flottasti bilur í Suðuroy skal finnast
Tað verður okkurt hjá børnum at fara til, tí í skúlagarðinum eru hoppiborgir at stuttleikar sær við.

Hesar bilasølur eru við: BergMotors, Bilasølan, NordBil, NordCar, Tesla Import og Wenzel.

Hesir handlar og fyritøkur luttaka eisini: JSS, Okulus Optik, Kaj Andreasen, Rent a bike/outdoors, WestClear, Aktiv, Vørðslan, Bilreins, Dj-Enni, Rosah, MP-Teknik, Dia Jacobsen (Tattoo) og Suðuroyar Sparikassi.

Í dag undirheldur Ingi Poulsen kl. 17 og sunnudagin kl. 17 undirheldur Eyðun Nolsøe. Eisini verður andlitismáling í høllini. Møguleiki er at fáa hol í oyruni í básinum hjá Nadyu Eyðunsdóttur og hjá Silju Egholm er møguleiki at fáa flættur og lit í hárið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

31 Leygardagur 08. mai 2021

Útselt upp á tíggju minuttir

Aftur hesaferð var gravgangur eftir dýrum dropum úr Klaksvík

(Mynd: Einar's Distillery)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

448 fløskur av væl umtóktum dropum frá Einar’s Distillery komu í morgun á hillarnar í Rúsunum kring landið umframt í Duty Free á flogvøllinum.

Eins og undanfarnu ferðirnar tá Føroya Bjór er komið við whisky, so gekk tað ikki stillisliga fyri seg í Rúsuni í Havn. Longu klokkan 9 stóðu fólk í bíðirøð, og tíggju minuttir aftaná Rúsan lat upp klokkan 10, varð útselt.

Hesaferð var talan um eina single cask, og tí komu bara 448 fløskur úr oloroso sherry fatinum. Alkoholstyrkin er 57,1 prosent.

Kostnaðurin var umleið 1.300 krónur fyri ein hálvan litur.

Hetta var triðju ferð, at whisky frá Einar’s Distillery er komið á hillarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

32 Leygardagur 08. mai 2021

Sirkus ikki til sølu - men bygningurin er

At bygningurin er til sølu kann seta Sirkus í eina trupla støðu. Men Sirkus livir ikki út frá einum illa farnum bygningi, og livir víðari har, ið vit vilja vera, sigur skeinkistaðið í fráboðan

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sirkus er ikki til sølu. Bygningurin, sum Sirkus hevur hildið til í seinastu 12 árini er til sølu, men ikki Sirkus.

Tað boðaði skeinkistaðið Sirkus frá  týsdagin, eftir at eyðkendi bygningurin í Vágsbotni er settur til sølu á ogn.fo. Prísuppskotið er 5,5 milliónir krónur.

- Sirkus ynskir at keypa bygningin. Tað hava vit ynskt síðani fyrsta dag, vit komu inn í húsið. Sirkus hevur seinastu árini tosað javnan við eigaran um, at Sirkus skal keypa bygningin, og tí kom tað okkum á óvart, at bygningurin stóð lýstur til sølu fyri góðari viku síðani. Sirkus hevur ígjøgnum árini lagt nógva orku og pengar í bygningin í tí vón, at tað fór at koma okkum til góðar og fyri at halda eitt gott forhold til eigaran, stendur í fráboðanini.

Sambært eigarunum av Sirkus er bygningurin í ringum standi, og fleiri brek og lekar eru komnir seinastu árini.

- Síðani 2013 hevur hann havt fleiri brek og lekar. Eigarin hevur í nøkrum førum gjørt ábøtur, harav bara ein av teimum hevur riggað. Í dag standa vit enn við flestu av somu brekum og lekum, sum vit hava havt síðani 2013, og fleiri brek og lekar eru komnir afturat.

Ætlanin var, at keypa bygningin í 2020, men covid-19 broytti ætlanunum fyri hesum og seinkaði møguleikunum fyri hesum.

- Nú hevur eigarin valt at seta bygningin til sølu til hægstbjóðandi. Tað kann seta Sirkus í eina trupla støðu.

Sirkus hevur ein leigusáttmála, sum gevur okkum rætt til at vera í bygninginum, inntil leigusáttmálin gongur út. Men Sirkus livir ikki út frá einum illa farnum bygningi, verður sagt.

- Sirkus er ein nerv, ein logi, ein ideologi, sum livir í hjartanum á okkum og livir víðari har, ið vit velja at vera. Men Sirkus ynskir at keypa húsini, tí at vit eru góð við tey. Tey hava higartil verið karmur um okkara samleika og koma vónandi framhaldandi at vera tað, siga eigararnir av Sirkus.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

33 Leygardagur 08. mai 2021

Nú verður graslíki á Ovara vølli aftur skift

Talan er um annað merki og ein annan veitara. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt um tvær vikur - fram til tá verður virksemi hjá feløgunum ávirkað á ymsan hátt

Arbeiði at skifta nógv umrødda graslíki í Gundadali er farið í gongd, og nýggja graslíki liggur helst klárt 25. mai (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í áleið eitt ár hevur nógv verið tosað um graslíki á Ovara Vølli í Gundadali. Tað gamla var slitið og varð skift seinasta summar, tá annað arbeiði eisini varð gjørt við vøllin, og HB og B36 kundu bert nýta Tórsvøll til dystir. Tá tað var til reiðar síðst í august, staðfestu feløgini tó skjótt, at tað ikki var nóg gott - serliga tí at bólturin ikki ferðaðist rætt.

Fingurin varð peikaður eftir donsku fyritøkuni Laiderz, ið var veitari og legði graslíki á, men sum so vísti aftur, at einasti trupulleikin var, at Tórshavnar kommuna ikki hevði lagt nóg mikið av gummigranulati í. FIFA-umboð góðkendi vøllin í vetur, men í mars varð avgerð tikin um, at graslíkið aftur skuldi skiftast.

Nú er hetta arbeiði byrja. Hesaferð er veitarin Metatron, og graslíkið er av týska merkinum Polytan, ið hevur verið sera nógv nýtt í Føroyum. Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF.

[object Object]
Nýggja graslíki hevur als ikki verið so nógv nýtt, sum ætlað varð (Mynd: Ólavur Frederiksen)  

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at meðan arbeiðið fer fram, fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.

Upplýst verður, at arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai - um tvær vikur. Meðan arbeiðið verður gjørt hava feløgini umlagt virksemið í Gundadali og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

34 Leygardagur 08. mai 2021

Countryfestivalur í minni útgávu í ár

Tíggju nøvn verða við á festivalinum í Sørvági í ár - øll føroysk

Hallur Joensen - fastur gestur á countryfestivalinum, eisini í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sørvágs Country & Blues Festivalur verður hildin sum ætlað 11. og 12. juni í ár.

Tað verður tó í eini nakað avmarkaðari útgávu enn ætlað, tí tað verða bert føroysk nøvn á festivalinum í ár.

- Vit gera eina minni útgávu av festivalinum í ár. Tað verða tíggju góð nøvn – øll føroysk – og tað verður bert ein pallur, sum kemur at standa á økinum á Dungasandi uttan fyri dansistovuna, sum hann plagar, sigur Allan Samuelsen, leiðari fyri festivalin.

Stór óvissa hevur verið um, hvørja lagnu festivalurin fekk í ár orsaka av koronastøðuni. Men á fundi í vikuni gjørdi nevndin fyri festivalin av, at halda ein avmarkaðan festival í ár, tí tað ikki er møguligt at fáa tey ætlaðu útlendsku nøvnini til Føroya. Sjálvt festivaløkið verður eisini nakað minni enn tað plagdi at vera.

- Vit hava tí avgjørt, at atgongumerkini, sum eru keypt í forsølu til festivalin, verða galdandi fyri festivalin í 2022. Hetta er galdandi bæði fyri tey atgongumerkini, ið eru keypt í forsølu í ár og fyri tey, sum vórðu keypt í fjør, tá vit máttu avlýsa festivalin.

- Tey, ið ynska at uppliva festivalin í ár, mugu keypa nýggj atgongumerki. Hesi verða sett til sølu í næstum, , sigur Allan Samuelsen.

Viðvíkjandi kamping, so verður tað tær góðu umstøðurnar á Breiðagrasinum, sum tað plagar at vera.

10 framførslur
Tað verða tíggju framførslur á countryfestivalinum í ár, fimm fríggjakvøld og fimm leygarkvøld.

Allar avtalur eru ikki endaliga komnar upp á pláss enn, menn fýra av nøvnunum, sum hava játtað at koma, eru øll garvað kend nøvn á føroyska countrypallinum: Hallur Joensen, Spaðar5, Magni Christiansen og Signar í Homrum, sum kemur á festivalin við einum Eagles-tema.

So skjótt sum hinar avtalurnar eru endaliga staðfestar, og prísurin fyri atgongumerkini í ár er fastlagdur, verður meira at frætta um Sørvágs Country & Blues Festival 11. og 12. juni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

35 Leygardagur 08. mai 2021

Joe & The Shitboys vunnu Sement

Finalan í Sement 2021 var í Reinsarínum leygarkvøldið – nummar tvey gjørdist Tina, og nummar trý gjørdist High Moon

Mynd: Reinsaríið
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var vælkendi punkbólkurin Joe & The Shitboys, sum endaði við at vinna ársins umfar av tónleikakappingini Sement.Tað gjørdist greitt, tá finalan var í Reinsarínum í Tórsgøtu leygarkvøldið.

18 bólkar høvdu meldað seg til Sement í ár, og tað eydnaðist seks bólkum at spæla og syngja seg víðari til finaluna. Umframt Joe & The Shitboys var talan um Tina, High Moon, Dóttir, Marius DC, og Brimhvítt.

Tina endaði á øðrum plássi, meðan High Moon bleiv nummar trý.

[object Object](Mynd: Reinsaríið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2021

36 Leygardagur 08. mai 2021

Við krúnprinsinum undir vatnskorpuni í Føroyum

Tann 24. mai vísir Danmarks Radio dokumentarsending við krúnprinsinum í Føroyum. Eisini fer drotningin at greiða frá sambandinum til Føroya

Fríðrikur krúnprinsur og Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Michelin-matstovuni Koks (Mynd: Morten Krüger)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstum fer Danmarks Radio at vísa eina dokumentar-sendirøð um kongshúsið og Føroyar. Høvuðspersónarnir eru Fríðrikur krúnprinsur og Margreta drotning.

Røðin er skipað í tveimum partum, og snýr seg um søguna landana milum í ríkisfelagsskapinum. Í fyrsta parti er DR við Fríðriki krúnprinsi í Føroyum, har hann hittir ymisk fólk. Millum annað verður farið undir vatnskorpuna og saman við Michelin-kokkinum Poul Andrias Ziska, er hann eisini eftir igulkerum til matstovuna Koks.

Eisini hittir hann Trónd Patursson og skoðar list hansara, og er til heimakonsert hjá Gretu Svabo Bech.

Margreta drotning situr heima í bláa kamarinum á Fredensborg slotti, og greiðir frá um søguligu bondini hjá kongshúsinum til Føroyar. Kongaligu vitjaninar tóku av álvara dik á seg meðan Christian X var kongur tíðliga í 1900-talinum.

Upptøkurnar í Føroyum eru gjørdar í august 2019.

Fyrsti partur verður vístur 24. mai, og sæst á DRTV og á DR1.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

37 Leygardagur 08. mai 2021

Ó á pall í Norðurlandahúsinum í august

Leikbólkurin Tvazz roynir nú at fáa pengar til vega til stóru verkætlanina við hópfígging

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leygardagin 7. august verður heimsfrumframsýning av einum stórum leikverki í Norðurlandahúsinum.

Tað er leikbólkurin Tvazz, sum hevur sett sær ta stóru avbjóðingina at flyta stóru og umfatandi skaldsøguna hjá Carl Johan Jensen, “Ó, søgur um djevulskap”, á pall.

Høvuðssøgan í pallsetingini er miðsavnað um tveir leiklutir, sum møtast andlit til andlits í eini hevndar atsókn: Keypmaðurin Bænadikt Chonradsen og trúðboðin Mattias J. Danielsen – sum á hvønn sín hátt holdbinda djevulskapin. Keypmaðurin hevur tað inni í sær, og úr honum breiður tað seg sum ein smitta, tá tað yvirnatúrliga reikar rundan um hann. Trúðboðin ger har aftur ímóti djevulskars gerningar, hóast sín trá eftir reinlyndið og avnoktan av syndini.

Talan er um eina føroyska pallseting í norðurlendskum samstarvi.

Stigtakarar til hesa stóru verkætlanina eru Gunnvá Zachariassen og Durita Sumberg Poulsen í leikbólkinum Tvazz. Danin Daniel Wedel hevur skriva leikritið, leikstjóri verður íslendingurin Egill Pálsson og scenografur verður sviin Martin Eriksson.

Leikararnir eru allir føroyingar: Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Hans Tórgarð og Búi Dam.

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens L. Thomsen hava skriva tónleikin, Súni Joensen skal seta ljósini, og Durita Sumberg Poulsen verður framleiðari.

Á rundferð í Norðurlondum
Venjingin byrjar í Norðurlandahúsinum 22. juni, heimsfrumframførslan verður sum sagt 7. august, og ætlanin er at spæla leikin fram til 17. august. Eftir tað eru vónirnar at leikurin kann fara á rundferð í Norðurlondum.

Tvazz roynir í hesum døgum at fáa ein part av fíggingini av leikinum til vega umvegis hópfíggingarportalin.

Tey siga soleiðis um átakið:  At framleiða leiklist er ikki bíligt, serliga tá samstarvið fer út um landoddarnar. Vit bjóða norðurlendskum leiklistafólki til Føroya at skapa leikin saman við okkum, og vit skulu seinni á norðurlendska leikferð. Vit síggja Hópfígging sum ein gyltan møguleika, har stuðlar longu nú ogna sær eitt atgongumerki, og um tú stuðlar við størri upphædd, fært tú eisini møguleikan at vitja handan leiktjøldini og kaga inn í kreativa maskinrúmið í okkara stórfingnu leiklistarligu verkætlan.

Meira um hópfíggingina her 

Tey hava sett sær sum mál at fáa til vega 70.000 krónur innan 11. mai. Møguleiki er at stuðla við øllum frá 100 til 10.000 krónur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

38 Leygardagur 08. mai 2021

Hesi vunnu stuttsøgukappingina

Yvir 60 stuttsøgur komu inn til kappingina hjá Mentanarvikuni í Runavík, og vinnarar gjørdust Páll Oddur Rubeksen, Bárður Persson, og Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir

Mynd: Bókasavnið við Løkin
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu varð skipað fyri stórari stuttsøgukapping við tí endamáli at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skrivaða orðinum.

Yvir 60 stuttsøgur komu inn til kappingina, og vinnararnir vórðu avdúkaðir leygardagin. Vinningar vórðu givnir í tveimum bólkum, ein til stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum, ein til stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum, og eisini varð serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, sum vísir serliga góð evnir.

Arbeitt verður nú víðari við at fáa tær 10-15 bestu stuttsøgurnar, sum komu inn til kappingina, útgivnar í eitt savn, skrivar Bókasavnið við Løkin á heimasíðunIa.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir vinnandi søgurnar:

Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað ungum og vaksnum: Crocker Land – Páll Oddur Rubeksen

Stuttsøgan Crocker Land eigur í sær alt tað, ið kravt verður, at stuttsøga skal eiga í sær.

Hon byrjar mitt í øllum, er ein støða, ið heldur á eina avmarkaða løtu, her er bara ein persónur við minnisbrotum um onkran annan, okkurt ørkymlandi afturlit, og søgan hevur ein raffineraðan enda.

Kendi pólfarin Robert Peary skrivar í frásøgn síni um Crocker Land. Seinni kanningar hava avdúkað, at frágreiðingin var følsk, og landið var ikki til. Tann avdúkingin er annar lykilin til søguna og lýsir ómetaliga væl innihaldið

Ørkymlaði maðurin í søguni, sum er minnisveikur, hevur helst verið stjóri í fyritøku, minnist onkur hissini blunk úr fortíðini og grundar um tey við ongum grundarlagi. Hann er í landi, sum ikki er til.

Endin avdúkar alt við einum orði, sum er hin lykilin til at fáa greiðu á søguni.

Søgan er hugfangandi, forvitnislig, væl komponerað og evnisliga viðkomandi.


Vinnari í bólkinum Stuttsøga ætlað børnum og ungum: Tann einsamalli maðurin – Bárður Persson

”Tað var einaferð ein maður, sum var so einsamallur, at tað ber illa til at siga, hvussu einsamallur hann í veruleikanum var.”

Stuttsøgan ”Tann einsamalli maðurin” er ein vælskrivað og stuttlig stuttsøga. Søgan er skrivað til børn og ung, og snýr seg í stuttum um umskiftið frá einsemi til eydnu.
Við stuttligum, beinraknum og knøppum orðingum koma vit á eina ferð við einsamalla manninum, og vegurin til eydnuna, og at vinna prinsessuna, gongur ikki ígjøgnum gandaða skógin ella í hellið hjá risanum, men inn í gamla kamarið hjá mammuni, og einasta vápnið er dustsúgvarin.

Styrkin í søguni er samspælið millum ævintýraheimin og gerandisdagin, og handan søguna um gandaðu prinsessuna og óvæntaða kærleikan, goymir søgan um sakn og einsemi seg. Á henda hátt megnar søgan at raka lesaran á fleiri fláum samstundis, tá fleiri tulkingarmøguleikar standa honum í boði.


Serstøk virðisløn latin einum ungum fólki, ið vísir serliga góð evnir: Andaboð – Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir

At okkara kæru ungu skriva á føroyskum, hevur alstóran týdning fyri, hvussu vit síggja okkum sjálv. Samstundis hevur tað týdning, at tað, sum tey ungu skriva kemur út til ein lesaraskara, so at vit koma at kenna tað, sum tey ungu hugsa um. Eisini hevur tað stóran týdning, at vit eggja teimum ungu at skriva á føroyskum.

“Andaboð” er ein ræðusøga um eina app, sum ger, at fólk doyggja, sum taka hana niður. Tey fáa boð frá andum úr appini og eitt djór skræðir tey sundur.

Hetta er herskin kostur, sum tekur tøkniamboð við fyri at lýsa tíðina vit liva í. Okkurt ófrættakent liggur sum ein undirtóni gjøgnum alla søguna. Í hesi stuttsøguni eru fleiri ógvuslig morð og høvuðspersónurin verður blandaður upp í alt. Í slíkum søgum, skal endin ikki avdúkast. Hann mugu tit bíða eftir í spenningi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

39 Leygardagur 08. mai 2021

Várkonsert í Vestmanna í kvøld og í Tjørnuvík sunnukvøldið

Vestmanna Sangkór syngur eitt tyssi av vøkrum vár- og summarsangum 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygarvøldið 8. mai kl. 19.30 fer Vestmanna Sangkór at hava árligu várkonsertina í Vestmanna kirkju. Dagin eftir, sunnudagin 9. mai, verður farið til Tjørnuvíkar, har konsert verður kl 19.

Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku vár- og summarsangum, og uppií nakrir danskir, íslendskir, svenskir, norskir og enskir summarsálmar og -sangir. 

Kórleiðari er Rannvá Matras Olsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

40 Leygardagur 08. mai 2021

Stóru donsku festivalarnir avlýsa

Stóru festivalarnir í Danmark í summar komu við avlýsingum í vikuni.

(Savnamynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ongin Roskildefestivalur í ár. Tað upplýsir festivalurin á heimasíðu síni.

- Vit eru knúst yvir ikki at fáa møguleika fyri at savnast í ár og vera við til at endursmapa felagsskapin, sum korona-kreppan hevur oyðilagt fyri so nógv, skrivar Roskilde festivalurin á heimasíðuni.

Sostatt er hetta annað árið á rað, at stóri danski festivalurin verður avlýstur orsaka av korona.

Ætlanin var annars at savna 130.000 fólk til Roskildefestival í ár. Tey, ið hava atgongumerki til festivalin, kunnu flyta tað til 2022 ella fáa pengarnar aftur.

Orsøkin til avlýsingarnar var, at nýggjasta fráboðanin frá donsku stjórnini framvegis hevði avmarkingar fyri hvussu nógv kunnu savnast, og tí sóu festivalarnir seg noyddar at avlýsa.

Eftir fráboðanina frá Roskilde Festivalinum komu hinir festivalarnir Roskilde á baki. Nakrir av avlýstu festivalunum eru:

Northside í Aarhus
Tinderbox í Odense
Musik i Lejet
Thy Rock
Jelling Festival
Nibe Festival. 
Copenhell í Keypmannahavn
Smukfest í Skanderborg
Vig Festival
Ringsted Festival
Heartland Festival
Kløften Festival í Haderslev
Langelandsfestival
Skagenfestivalen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

41 Leygardagur 08. mai 2021

Gosið broytti atburð

Nú goysir tað upp í heldur enn bara floymir upp úr jørðini

(Skíggjamynd: RÚV)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eldgosið í Geldingardølum og Meradølum á Reykjanesi broytti seg eitt sindur síðsta vikuskiftið. Í staðin fyri bert at floyma fram, físur tað nú meira, og sjálvt gosið kann síggjast úr Reykjavík, skrivar RÚV.

Ein lítil jarðskjálvti á 3,2 kendist mánanáttina um 3-tíðina. Miðdepilin fyri henda skjálvtan var tríggjar kilometrar eystan fyri Kleifarvatn á Reykjanesi. Tað er sum jørðin ressast, men hetta hevur ikki broytt nakað um tilbúgvingina kring sjálvt gosið.

Tað var sunnunáttina, at ein broyting sást í gosinum. Tað fór nú at blaka gløðandi grýti 300 metrar upp í luftina og eisini vóru langir støðgir har gosið var nærmast óvirkið.

Serfrøðingar duga ikki at siga, hví henda broytingin er íkomin, skrivar RÚV, men orsøkin kann vera broyting av gassinnihaldinum í sjálvum opinum, ella at opið tippist av meira tjúktflótandi grýti.

- Vit royna at fáa skil á, hví gosið hevur “fingið ilt í hálsin”. Tað er helst ikki bara tí, at tað er meira gass í opinum, kanska er meira væta í grýtinum eisini, sigur Ármann Höskuldsson, gosfrøðingur við RÚV.

Vandaøkið kring gosið verður alla tíðina eftiransað, og meðan RÚV filmaði um vikuskiftið, byrjaði knappliga at regna við 1-3 sentimetrar stórum grýtispettum yvir fólkini, sum stóðu nærhendis. Slíkir petti viga ikki nógv, men eru framvegis gløðandi heit, men ongin fekk mein av hendingini.

Gosið á Reykjanesi, sum byrjaði 19. mars, hevur verið eitt sindur øðrvísi enn líknandi gos aðrastaðni í heiminum, eitt nú á Hawaii og Réunion. Men hetta seinasta virksemi er tó meira líkt tí vanliga. Broytingin er ikki tekin um, at gosið er við at slaka av. Serfrøðingar halda framvegis, at tað kann halda fram í fleiri mánaðir afturat, skrivar RÚV.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2021

42 Leygardagur 08. mai 2021

Fýra astronautar trygt á jørðini aftur

Lendu í Meksikoflógvanum eftir fimm mánaðir úti á ISS-rúmdarstøðini

Astronautarnir verða hjálptir út úr rúmdarhylkinum. Her er tað japanin Soichi Noguchi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnumorgunin okkara tíð lendi rúmdarhylkið hjá SpaceX á havinum út fyri strondini í Florida við fýra astronautum frá altjóða ISS-rúmdarstøðini umborð.

Fýra stórir fallskíggjar vóru við til at bremsa ferðini á rúmdarhylinumm, sum lendi í Meksikanska Flógvanum eftir ein flogtúr á sjey tímar.

Teir fýra astronautarnir, tríggir amerikanarar og ein japani, hava verið úti á ISS síðan november, og eru nú avloystir av einum nýggjum liði.

Spenningur var undan lendingini, tí hetta er fyrstu ferð síðan Apollo 8 í 1968, at amerikanski rúmdarstovnurnin Nasa lendi eitt rúmdarhylki á havinum í myrkri.

Lendingin hendi klokkan 02.57 um náttina, men fór fram uttan trupulleikar, sambært Nasa.

- Vit hava vant okkum at taka astronautar upp bæði dag og nátt. Veðrið var gott og mánalýsi, staðfesti verkætlanarleiðarin hjá Nasa, Steve Stich, undan lendingini.

Tað er bæði fyrimunir og vansar við at lenda um náttina. Fyrimunurin er, at færri privatir bátar eru í økinum um náttina, men størsti vansin er, at tað tekur longri tíð at finna fram til hylkið í myrkrinum.

Túrarnir til og frá ISS eru gjørdit við einum hylki frá privata rúmdarfelagnum SpaceX, sum eigarin av bilafyritøkuni, Tesla, milliardingurin Elon Musk eigur.

Rúmdarhylkið “Resilience” hevur hingið í ISS-rúmdarstøðini síðan teir fýra astronautarnir komu út í november.

Í Meksikoflógvanim bíðaði ein floti av bjargingarbátum til reiðar at fáa astronautarnar yvir á eitt skip. At verða tveittur runt í aldunum í einum rúmdarhylki er, sambært teimum, ið hava roynt tað, nakað av tí mest sjóverkurselvandi yvirhøvur.

Av skipinum vórðu astronautarnir fluttir við tyrlu til Johnson Space Center í Houston í Texas, har astronautarnar kundi møta fjølmiðlunum og síggja familjuna aftur eftir fimm mánaðir í rúmdini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mai 2021

43 Leygardagur 08. mai 2021

Bill Gates og Melinda skulu skiljast

Men samstarvið við heimsins størsta vælgerðandi grunni heldur fram

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at hava verið gift í 27 ár skulu Bill Gates og konan Melinda skiljast.

Tað upplýsir Microsoft-milliardingurin á Twitter.

- Eftir drúgva umhugsan og drúgt arbeiði upp á okkara samlív, hava vit gjørt av at slíta okkara hjúnaband, verður sagt í dagføringini, ið er undirskrivað av báðum.

Hóast tey ikki eru hjún, so halda tey fram í samstarvinum um grunn teirra, Bill & Melinda Gates Foundation, sum sambært Forbes er heimsins størsti privati vælgerðarfelagsskapur.

- Vit trúgva framvegis upp á ætlanina, og vilja halda fram við okkara arbeiði í grunninum saman, men vit trúgva ikki longur upp á, at vit kunnu menna okkum í felag í hesum næsta kapitlinum í okkara lívum, skriva tey.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

44 Leygardagur 08. mai 2021

Ein triðingur av ES-borgarum vilja ikki hava koppseting í ár

Tað vísir ein kanning, sum ES lat gera, har 27.000 borgarar í teimum 27 ES-londunum vóru spurdir

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ES eru enn nógvir borgarar, sum ikki hava álit á koppingarevnini móti koronu. Ein umfatandi kanning hjá ES vísir, at ein triðingur av borgarunum í ES ikki ynska at verða koppsett í ár.

27.000 borgarar luttóku í kanningini, sum varð gjørd í teimum 27 ES-londunum í tíðarskeiðnum 12. februar til 11. mars. Úrslitið av kanningini varð tó fyrst almannakunngjørt í vikuni.

Tað er serliga á Kyprós, at nógv ikki ynskja at verða koppett í ár, har er talan um tveir triðingar av borgarunum. 26 prosent siga, at tey ongantíð ætla at lata seg koppseta, meðan 40 prosent siga, at tey fara at lata seg koppsetta seinni, skrivar Ritzau.

Eisini í Bulgaria, Kroatia, Póllandi, Rumenia og Ungarn siga tey flestu, at koppsetingin kann bíða til eftir 2021. Minni enn ein fjórðingur av borgarunum í hesum londunum siga seg ynska at fáa koppsetingina skjótast gjørligt.

Hinvegin eru tað serliga í norðara parti av ES, at fólk eru meira sinnaði at lata seg koppseta. Í Írlandi siga sjey út av tíggju persónum, at teir unskja at verða koppsettir skjótast gjørligt.

Tað sama siga fleiri enn 60 prosent av teimum spurdu í Danmark, Finnlandi, Svøríki og Hollandi. Í hesum londum eru seks prosent ella færri, sum siga, at tey ongantíð ætla at lata seg koppseta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

45 Leygardagur 08. mai 2021

25 ára gomul átt níggju børn

25 ára gamla Halima Cisse úr Mali helt, at hon gekk við sjey børnum, men tvey afturat komu út – Fimm gentubørn, og fýra dreingjabørn

Mynd: Reuters
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sambært heilsumálaráðharranum í vesturafrikanska landinum Mali átti ein 25 ára gomul kvinna "níggjuburar" týsdagin.

25 ára gamla Halima Cisse átti níggju børn við keisaraskurði. Talan er um fimm gentubørn og fýra dreingjabørn. Bæði mamman og børnini hava tað gott, verður sagt.

Tað er ikki hent ofta í nýggjari tíð, at ein kvinna hevur fingið níggju børn í senn, og í teimum fáu førunum, har tað er hent, vórðu øll børnini deyðfødd, ella doyðu tey stutt eftir føðing.

Tað var tíðliga staðfest, at støðan hjá Halima Cisse var óvanlig, og at hon fór at fáa brúk fyri hjálp frá útlendskum serfrøðingum. Hon varð tí flogin til Marokko 30. mars.

Ultraljóðskanningin hevði víst, at Halima Cisse skuldi hava sjey børn, men tað endaði tó við, at níggju børn komu út týsdagin. 

Afrikanskir miðlar hava deilt myndir av mammuni og børnunum, men enn er ikki váttað, hvar myndirnar stava frá.

Eitt talsfólk hjá heilsumálaráðnum í Mali tekur frástøðu frá søguni og sigur seg einki kenna til hana. Men um tað verður váttað, at Halima Cisse hevur átt níggju børn, er talan um eitt heimsmet, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

46 Leygardagur 08. mai 2021

Lív kemur nú í aftur oljuvirksemið eystan fyri Føroyar

Í summar skal støða takast til útbygging av stóru oljukelduni Cambo nær Føroyum

Avgerð um at útbyggja Cambo til framleiðslu verður tikin seint í summar. Í næsta ár verður avgerð tikin um útbygging av Rosebank. Báðar oljukeldurnar liggja skamt frá føroyska markinum. Longur syðri liggja gasskeldurnar Tornado og Suilven, sum ætlanin eisini er at byggja út, um tær kunnu bindast í Cambo kjarnan
SkrivaÐ:

Jan Müller

Flaggskipið eystan fyri markið, oljufelagið Siccar Point Energy, fer í næstum saman við Shell at taka støðu til endaliga útbygging av Cambo oljukelduni skamt frá markinum, og í tí sambandi verður nú róð framundir, at eigararnir av Siccar Point vilja selja part av sínum ognarluti í stóru oljukelduni helst m.a. við tí fyri eygað at fáa nýggjar kreftir aftrat við í hesa stóru verkætlan tætt við Føroyar.

[object Object]Oljukeldan Cambo liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum

Korona seinkað útbyggingarætlanum
Eftir at korona nú í meira enn eitt ár hevur steðgað ella seinkað oljuvirkseminum eystan fyri føroyska markið, bendir nú okkurt á, at lív er við at koma í aftur virksemið á Atlantsmótinum, te. økið millum Hetland og Føroyar.

Sambært nýggjari grein í altjóða oljublaðnum Upstream nú um dagarnar hevur oljufelagið Siccar Point Energy, sum er partur av fleiri oljukeldum eystan fyri føroyska markið, og sum telist millum feløgini við flest loyvum í økinum, ætlanir um at selja burtur av síni Cambo oljukeldu. Onkur vil  møguliga tulka hetta  sum eitt bakkast fyri virksemið á hesum leiðum, men helst er tað so, sum eisini fleiri eygleiðarar vilja vera við, at Siccar Point fegið ynskir at  fáa eitt felag aftrat at vera partur av Cambo verkætlanini og harvið betur at megna eina komandi útbygging.

Upprunaliga átti Siccard Point 100 prosent av oljukelduni Cambo, sum tað keypti frá eysturríkska felagnum OMV saman við ognarluti í Rosebank kelduni eins og fleiri loyvum fyri umleið 7-8 milliardir krónur. Seinni seldi felagið so 30 prosent av ognarlutinum í Cambo til Shell, og nú ljóðar, at Siccar umhugsar at selja 40% aftrat av sínum parti av kelduni. Tvs. at Siccar Point kortini fer at standa eftir við meirilutanum uppá umleið 40 prosent, meðan Shell og komandi nýggi eigarin fara at hava umleið 30 prosent hvør.

Tað er greitt, at við at fáa enn eitt stórt oljufelag við, verður váðin spjaddur meira og til ber at seta meiri ferð á eina útbygging, sum vegna korona hevur verið í bíðistøðu. Ætlanin var annars at fara undir at útbyggja kelduna, soleiðis at fyrsta framleiðslan kundi vera í 2023. Men nú verður tað helst nakað seinni, tí endalig avgerð um útbygging verður ikki tikin fyrr enn í 3. ársfjórðingi í ár.

Fyri oljuvirksemið í hesum økinum og tvs. eisini fyri vónirnar hjá Føroyum at fáa leiting í gongd aftur, koma tíðindini væl við. Tí hetta merkir, at røringur aftur er í og fer nú aftur at verða varpað ljós á hesa nýggju oljuleið eins og alt økið skamt frá føroyska markinum.

Sambært Upstream so ganga bert nakrar fáar vikur, til vit vita, hvør fer at keypa part av ognarlutinum hjá Siccar Point Energy. Havast skal eisini í huga her, at felagið eigur 20 prosent av enn eini oljukeldu eystan fyri markið, nevniliga Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag og fer tað  í komandi ári at taka endaliga avgerð um útbygging har.

Aftrat at eiga stórar partar í hesum báðum oljukeldunum, so eigur Siccar Point eisini fleiri loyvi framvið føroyska markinum og nøkur saman við Shell.

[object Object]Soleiðis fer fyrsti partur av útbyggingini av Cambo at síggja út

Í samráðingum við keypara
Ein av høvuðsíleggjarunum í Siccar Point Energy er Blue Water Energy, sum eigur felagið saman við privata íløgufelagnum Blackstone, ið er heimsins størsta privata kapitalfyritøka.

Ein av stjórunum í Blue Water, Graeme Sword, sigur við Upstream, at tað gevur meining at selja burtur av tí annars stóra ognarlutinum hjá Siccar í Cambo, nú dagurin nærkast, tá endalig avgerð skal takast um útbygging longu í 3. ársfjórðingi. -Vit eru í samráðingum við fleiri áhugaðar keyparar, um somu tíð sum vit nærkast endaligu avgerðini um útbygging.
 
Tann avgerðin skuldi annars verið tikin fyri umleið einum ári síðani, men varð útsett vegna korona. Stjórin í Siccar Point, Jonathan Roger segði tá, at Cambo  var vælegnað til eina lønandi útbygging ella sum hann málbar seg "Cambo is an extremely attractive development with compelling economics". Men so kom korona og tað gjørdi, at stór óvissa fór at vera um at fáa allar endarnar í eini útbygging at røkka saman, og tí varð avgjørt at útseta endaligu avgerðina um útbygging.

Cambo-keldan, ið er tað oljufundið, sum liggur næst Føroyum og tí sjálvsagt hevur stóran áhuga hjá teimum, sum vilja hava gongd á aftur oljuleitingina á landgrunninum, vakti serstakliga ans í 2018, tá ein avmarkingarbrunnur vísti seg at geva sera góð úrslit. Síðani tá hevur verið arbeitt við víðari menningini av hesi nýggju olju- og gassleiðini, og í august 2019 fekk fyritøkan Sembcorp Marine uppgávuna at gera uppskot til eina framleiðsluloysn við einum flótandi framleiðslupalli av Sevan slagnum, tvs. einum rundum palli av sama slag, sum oljufelagið ENI brúkar á Goliat feltinum í Barentshavinum. Eisini fekk veitarafyritøkan Baker Hughes til uppgávu at gera eina ætlan fyri framleiðslubrunnar og ymsan útbúnað á havbotninum. Felagið Genesis fekk til uppgávu at gera eina ætlan fyri eina gassleiðing frá Cambo til Hetlands.

Stjórin í Siccar Point segði við Upstream í september 2019, at metingarnar av goymslunum á Cambo-kelduni  eru øktar til 900 mió. tunnur. Tvs. at framleiðast kunnu einar 300 mió. tunnur. Í fyrstu útbyggingarfasuni av Cambo verður farið eftir 150 mió. tunnum ella 60.000 tunnum um dagin.

[object Object]
Verður avgerð tikin um at byggja Cambo út, verður hon tann oljuframleiðslan á bretskum øki, sum liggur næst Føroyum. Fleiri aðrar olju- og gasskeldur liggja eisini tætt við markið og møguleikar eru fyri, at fleiri av hesum eisini verða útbygdar.

Áhugavert fyri Føroyar
Tíðindini um at víðka um eigaraleiklutin í Cambo kelduni og harvið komandi útbyggingini man koma væl við hjá landsstýrismanninum í oljumálum eins og hjá sersfrøðingunum á Jarðfeingi, sum royna at fáa oljuleitingina í gongd aftur í Føroyum.

Í fyrstu atløgu er spennandi at frætta, hvat oljufelag aftrat vil vera partur av eini útbygging. Í øðrum lagi nærkast dagurin í summar, tá møguligt grønt ljós verður givið til útbyggingina av hesi stóru kelduni, sum liggur nærri Føroyum enn allar aðrar framleiðandi keldur vestan fyri Hetland.

Ein endalig avgerð um útbygging fer óbeinleiðis at hava týdning fyri royndirnar at fáa í gongd aftur oljuleitingina í Føroyum. Cambo eins og Blackrock keldan nærhendis liggja nevniliga so tætt við markið, at tað er ikki óhugsandi, at feløgini aftanfyri útbyggingina vilja hyggja vestur um markið at vita, um oljugoymslurnar bretsku megin markið halda fram inn á føroyskt øki og á tann hátt kunna tryggja sær uppaftur størri goymslur, sum kunnu gera Cambo verkætlanina meira lønandi, nú tað er hugsandi, at fund føroysku megin markið í framtíðini kunnu binda í infrastrukturin á Cambo hinumegin markið. Oljan.fo skilur, at samband  er millum Jarðfeingi og Siccar Point Energy, har partarnir lata hvørjum øðrum innlit í data. Tað er tí ikki ósannlíkt, at ein útbygging av Cambo og seinni eisini Rosebank í grannaøkinum, kunnu føra til, at oljufeløg fara at vísa  áhuga fyri leiting  í føroyska grannalagnum eisini.

Eisini er greitt, at fólkini í nýggja Sjóvinnufelagnum fylgja væl við gongdini, tí útbyggingar eystan fyri markið er nettup nakað, sum føroyskir veitarar vilja vera partur av, nú hesar liggja nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

47 Leygardagur 08. mai 2021

Gassverksmiðjan á Melkøya stongd í eitt ár aftrat

Korona og umfatandi vatnskaðar tarna umvælingararbeiðinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein stórur eld- og vatnskaði á risastóru gassverksmiðjuni á Melkøya í september í fjør hevur nú við sær, at framleiðslan verður ikki tikin uppaftur fyrr enn í apríl næsta ár. Stóra umvælingararbeiðið og korona gera, at Equinor, sum er fyritøðufelag, hevur avgjørt at brúka ta tíð, sum er neyðug at fáa alt uppá pláss aftur.

Korona ger, at tað er trupult at fáa lutir fram og røttu fólkini til at gera rúgvusmikla umvælingararbeiðið. Meira enn 70.000 lutir, sum er skæddir av eldi og vatni, skulu skiftast út ella umvælast. Her er mest krevjandi arbeiðið at fáa elkaðalar skiftar. Meira enn 180 kilometrar av nýggjum kaðalum skulu brúkast.

Nógvir føroyingar hava havt eitt tætt tilknýti til júst gassvirkið á Melkøya út fyri Hammerfest. Tá virkið varð bygt vóru nógvir elektrikarar úr Føroyum serstakliga frá Pam Offshore til arbeiðis har. Uttan iva verða aftur boð eftir dugnaligu føroysku arbeiðsmegini at fáa hesa so týðandi gassframleiðsluna í Norra í gongd aftur. 







Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

48 Leygardagur 08. mai 2021

Rakk ikki til stig móti Russlandi

Føroyar vóru væl allan fyrra hálvleik í seinasta dystinum hjá Sonna Larsen, men í 2. hálvleiki eydnaðist ikki at fylgja við sterku russunum, og munurin varð at enda fimm mál í Høllini á Hálsi

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í mun til fríggjakvøldið byrjaðu føroysku málverjarnir við nógvum bjargingum. Nicholas Satchwell stóð heilt væl tað mesta av fyrra hálvleiki, har russar høvdu trupult við at skora. Tórður Guttesen bjargaði eisni brotskasti væl, men tíverri fyri føroyingar var tað torført at skora í hinum endanum. Russar hóttu nakrar ferðir við at fara avstað, men í stegðinum var støðan, eins og ímóti Kekkia, 11-12.

Serliga var tað 18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum gekk á odda við málum og uppleggum hjá Føroyum. 

Í fleiri álopunum settu føroyingarnir tað heilt væl upp, og nøkur mál vóru sera flott, men tað var ikki nóg mikið at fylgja við russunum eftir stegðin. Munurin lá leingi ímilum trý og fýra mál til útiliðið, og tað varð tyngri og tyngri at koma upp at takkla teir í reyðum - allir í bakketuni lógu um tveir metrar, og vongleikarnir vóru eisini tryggir í sínum skotum.

[object Object]Nicholas Satchwell hevði fleiri bjargingar í føroyska málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið fall ongantíð í fátt, og føroysku áskoðarnir vóru eisini væl við. Tá beint yvir fýra minuttir vóru eftir, høvdu okkara møguleika at minka niður í tvey, men tað eydnaðist ikki, og so var spenningurin burtur.

Føroyska avrikið var tó aftur gott, men nakað av muni var á, tá oddaliðið í bólkinum veruliga fekk sítt spæl at koyra, og heimaliðið sá út til at vera merkt av, at talan var um triðja dystin uppá fimm dagar - serliga í verjuni men eisini við nøkrum tekniskum villum.

Føroyska liðið endar aftast í bólkinum við tveimum stigum fyri seks dystir. Russland vann bólkin við 10 stigum og skal til EM í januar. 

Hjá Føroyum byrjar ein nýggj tíð í summar, tá Peter Bredsdorff-Larsen tekur við fyri Sonna Larsen. Sonni hevur eftir fýra ára-tænastu, og við stórari framgongd, staðið á odda fyri føroyska liðnum fyri seinastu ferð.  

[object Object]
Síðsti dystur hjá Sonna Larsen sum landsliðsvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

Undankapping til EM - 6. og seinasta umfar í bólki 2
2. maj, Høllin á Hálsi 
Føroyar - Russland 23-28 (11-12)

Dystargongdin: 
5 min: 1-1
10 min: 3-3
15 min: 4-6
20 min: 6-7
25 min: 8-9

35 min: 12-15
40 min: 14-17
45 min: 17-21
50 min: 18-23
55 min: 22-25

Føroysku málskjúttarnir: 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (2 brotskøst)
Filip Jojic 3 (2)
Peter Krogh 3
Hákun West av Teigum 2
Pætur Mikkjalsson 2
Teis Horn Rasmussen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Rói Berg Hansen 2
Pætur Thomsen 1

Flest upplegg: Elias á Skipagøtu (8)

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 10 
Tórður Skorheim Guttesen 5 (2 brotskøst)

Útvísingar: Føroyar 5, Russland 2

[object Object]Vónbrot (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2021

49 Leygardagur 08. mai 2021

Føroyar vóru tvey mál frá EM-kappingini

Enn ein orsøk til at iðra seg um, at vit taptu við einum máli móti Ukreina í mars

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvey mál. So nær við var føroyska manslandsliðið í hondbólti frá at spæla seg til EM endaspælið í Ungarn og Slovakia í januar mánaði næsta ár.

Evropeiska hondbóltssambandið roknaði seg týsdagin fram til hvørjar 24 tjóðir verða við til komandi EM-kapping.

Undankappingin varð býtt upp í 10 undanbólkar, har nummar eitt og tvey komu víðari. Síðani varð pláss fyri teimum fýra bestu á triðja plássi.

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis á Facebook-vanga sínum.

“Ukraina er eitt av liðunum, sum kom víðari sum 3´ari. Ukraina fekk 5 stig, harav 4 vóru móti Føroyum og 1 móti Russlandi. Í uppgerðini telja stigini móti liðunum, sum endaðu nummar 4 ikki við, og kom Ukraina sostatt víðari uppá tað eina stigið, teir vunnu móti Russlandi. Høvdu Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, so høvdu Føroyar komið víðari uppá tey tvey stigini Føroyar vunnu móti Kekkia.”

Fýra lið rykkja niður og skulu spæla undan-undankapping. Hesi vóru Belgia, Finnland, Turkaland og Lettland.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

50 Leygardagur 08. mai 2021

Marita fer nú at royna seg í donskum hondbólti

20-ára gamla hoyvíkskvinnan fer nú út um landoddarnar at spæla fyri at menna seg víðari. Landsliðsleikarin skal komandi kappingarár spæla fyri Vendsyssel Håndbold í næstbestu donsku deildini

Marita Mortensen í skotroynd - komandi kappingarár skal hon spæla í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg fann skjótt útav, at um eg skuldi menna meg víðari og gerast ein betri hondbóltsleikari, ja, so noyðist eg fyri at tað fyrsta, at fara úr Føroyum og finna eitt felag uttanlands. Valið fall so á Vendsyssel.

Soleiðis sigur Marita Mortensen við síðuna Vendsyssel Håndbold, í samband við at hon til næsta kappingarár skiftir til felagið úr Norðurjútlandi.

20-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur, fyriuttan eitt ár á hondbóltseftirskúla í Keypmannahavn, altíð spælt fyri barndómsfelagið. Har hevur Marita seinastu árini gjørt um seg: H71 hevur havt skjóta framgongd í bestu deildini, og vinstri bakkurin við harða og góða skotinum hevur skotið nógv mál.

Í stytta 2019-2020 kappingarárinum gjørdist Martia toppskjútti í SMS-deildini við 111 málum og skoraði seks mál í steypafinaluni, ið H71 vanna fyrsta sinni. Í júst farna kappingarári skoraði bakkurin 106 mál og gjørdist aftur steypavinnari.

Hon er eisini vorðin fastur partur av A-landsliðnum

[object Object]
Marita Mortensen í viðtalu eftir finalusigurin á VÍF í fjør 

Í sambandi við skiftið, ið varð kunngjørt í gjárkvøldið, sigur Marita Mortensen, at hon hevði fleiri møguleikar í skandinavisku londunum: 

- Eg hevði fleiri møguleikar í Skandinavia, men eftir eitt gott prát við venjaran hjá 

Vendsyssel, var tað ikki torført at velja felagið. Eg veit, at kvinnuhondbólturin í Danmark er á einum høgum støði, og eg vóni, at eg kann koma við nøkrum postivum. Eg veit eisini, at tað krevur hart arbeiði, og tað eri eg til reiðar til

Um nýggja leikaran sigur venjarin: 

- Marita er ein ungur og spennandi leikari, ið eg gleði meg til at arbeiða við. Vit vilja gjarna hava ungar leikarar í hópinum, og tað snýr seg um at hava røttu málini og rætta hugburðin. 

Vendsyssel Håndbold skrivar, at evnaríki bakspælarin er ein greiður styrkur til hópin, ið er við at koma uppá pláss til komandi kappingarár. Pernille Brandenburg, liðskipari á føroyska landsliðnum, er ein av leikarunum, ið fer úr felagnum. Strikuleikarin skal spæla fyri Randers. Hetta merkir, at Pernille heldur fram í bestu deildini.

Vendsyssel endaði aftast í bestu donsku deildini, og skal harvið spæla í næstbestu deildini eftir summarsteðgin. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

51 Leygardagur 08. mai 2021

Ljubica nýggjur venjari hjá føroyameistarunum

Ljubica-Buba Hansen úr Makedonia skal venja besta kvinnuliðið hjá StÍF. Jón L. Rasmussen sum vann gull við StÍF-kvinnuliðnum, gevst

Ljubica-Buba Hansen, nýggjur venjari StíF-kvinnunum, og Borce Markovski, sum eisini komandi kappingarár verður venjari hjá mansliðnum hjá StÍF (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggi venjarin hjá StÍF-kvinnum er Ljubica-Buba Hansen. Nevndin í StÍF er spent uppá samstarvið við venjaran, sum fer at byggja víðari á tær dygdir og royndir, sum besta kvinnuliðið hevur. Ljubica er sera spent uppá at fara í holt við nýggju avbjóðingina, boðar felagið frá.

Jón L. Rasmussen gevst nú sum venjari eftir at hava vant kvinnuliðið í fleiri ár. Hann vann sum øllum kunnugt FM-gull við StÍF-kvinnuliðnum.

Ljubica-Buba Hansen fer eisini at vera høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum. Hon fer saman við hjálparvenjarum at menna gentuliðini hjá StÍF enn meira.

Ljubica er úr Makedonia. Hon hevur búð í Danmark síðan 1997. Hon er 47 ár.

Hon hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í heimlandinum Makedonia og í Danmark. Hon var við til at vinna fleiri meistaraheiti í bestu deild í Makedonia. Hon spældi í fleiri ár við makedonska landsliðnum, og hevur eisini verið venjari hjá fleiri barna- og ungdómsliðum í Danmark. Hon hevur eisini drúgvar royndir sum lærari at arbeiða við børnum og ungum.

Ljubica hevur universitetsútbúgving í ítrótti (lisið í Makedonia) og er útbúgvin lærari í Danmark. Hon er eisini útbúgvin fitness-instruktørur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021

52 Leygardagur 08. mai 2021

Haruka heldur fram í StÍF

Føroyameistararnir halda fast í sínum mest umráðandi vápni. Á ársveitsluni hjá StÍF leygarkvøldið avdúkaði formaður felagsins, at toppskjúttin eisini komandi ár hevur heimstað á vestara armi av Skálafjørðinum. Momoko Nakamura heldur, sum skilst, eisini fram

Haruka Gima fegnast her saman við Poulu Dulavík Berg, eftir at FM kom í hús. Komandi ár skulu tær royna at endurvinna tað. Haruka hevur samanlagt skorað beint undir 300 mál uppá tvey ár í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gestirnir á ársveitsluni hjá StÍF farna leygarkvøld kundu fegnast, tá formaðurin Rúni Rasmussen kunngjørdi, at Haruka Gima heldur fram í felagnum - Haaaaaruuuuka Gima-sangurin rungaði av álvara, frættist av Strondum. Hon kom til føroyskan hondbólt í 2019, og skjótt gjørdist greitt, at japanski bakspælarin fór at vera StÍF ein fongur.

Hon var tvey mál frá at gerast toppskjútti í føroyskum kvinnuhondbólti í 2019/2020, tá StÍF ikki fekk nógv stig, og í farna kappingarári varð hon toppskjútti við 189 málum. Samanlagt er talan um 298 mál, og tey fara at gerast fleiri í tali. Haruka Gima var ein av høvuðsorsøkunum til, at StÍF aftur blandaði seg í oddin og endaði við at vinna FM. Í tí einu FM-finaluni, har Haruka sat uttanfyri við skaða í fótinum, tapti StÍF tepurt. 

Lív Poulsen, ið var ógvuliga umráðandi í hálvfinalunum og í finalunum, skal nú spæla í donskum hondbólti, so at nummar 83 heldur fram, hevur nógv at siga fyri StÍF. Tað lá annars í kortunum, at Haruka Gima fór at flyta aftur til heimland sítt aftan á kappingarárið.

[object Object]
Eftir fyrsta finalusigurin. Haruka Gima er ógvuliga væl dámd á Strondum og á Skála, og hon hevur verið nógv virkin sum ungdómsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Málverjin, ið eisini er úr Japan, hevur sjálv boðað frá - á sosialu miðlunum - at hetta bert var byrjanin uppá hennara tíð í Føroyum. Momoko Nakamura fekk loyvini upp á pláss í desember, og hon styrkti nógv um StÍF-liðið og gjørdi í avgerandi dystunum vart við seg við nógvum stórbjargingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021

53 Leygardagur 08. mai 2021

EB verður í bestu deildini komandi kappingarár

Eiðis Bóltfelag hevur sett roynda íslendingin Kristinn Guðmunsson sum høvuðsvenjara hjá kvinnunum, ið nú fara at taka fetið upp. Harvið verða átta lið í SMS-deildini næsta kappingarár

Kristinn Guðmunsson er settur í starv á Eiði, har hann skal taka sær av kvinnuliðnum og ungdómshondbólti (Mynd: eb.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er langt síðani seinast, men nú verður EB aftur at síggja í fremstu røð. Eiðis Bóltfelag hevur boðað frá, at felagið, í tøttum samstarvi við HSF, hevur gjørt av at melda lið til bestu kvinnudeildina í hondbólti næsta kappingarár.

- EB hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni. Hettar er eitt gott fundament at byggja víðari á.

Í fjør endaði EB nummar seks av átta liðum í næstbestu deildini hjá kvinnum. Við teirra luttøku kemur talið av liðnum í SMS-deildini upp á átta.

Royndur íslendingur skal standa á odda
Til uppgávuna hevur EB sett íslendingin Kristinn Guðmunsson sum høvuðsvenjara. Eiðis Bóltfelag boðar frá, at Kristinn Guðmundsson verður venjari hjá kvinnunum, og umframt hetta fer Kristinn at hava høvuðsábyrgdina av allari venjing og skal í góðum samstarvi við venjararnar hjá EB menna ungdómin í felagnum. Kristinn byrjar í starvinum 1 juli.

Arbeitt verður eisini við, at finna ein venjara til 2. ungdómslið, ein málmansvenjara og ein styrkivenjara.

Um nýggja venjaran skrivar EB, at hann er 44 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Kristinn Guðmunsson hevur verið venjari í bestu íslendsku mannfólkadeildini í 12 ár, í bestu íslendsku kvinnudeildini í tvey ár og í næst og trið bestu kvinnudeildini í Noregi í fimm ár. Hann hevur eisini vant børn og ung øll árini.


 




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

54 Leygardagur 08. mai 2021

ÍF elvdi til trupulleikar hjá B36

Einasta merkisverda úrslitið í Betri deildini sunnudagin var 2-2 javnleikurin millum B36 og ÍF. Hini toppliðini vunnu sínar dystir trygt móti botnliðum

Uros Stojanov skoraði málið hjá ÍF til 2-0 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Áttanda umfar í Betri deildini hjá monnum varð leikt sunnudagin.

Eitt óheppið sjálvmál tá ein góður hálvur tími var farin og ósketni í egnum brotsteigi tá 69 minuttir vóru leiktir hevði við sær, at ÍF var á odda 2-0 eina løtu í dystinum móti B36 á Tórsvølli seinnapartin.

Hetta var óvæntað, tí ÍF hevur ikki víst nógv seinastu dystirnar, og tapti fyrr í vikuni 3-1 móti B68.

Tað bleiv kortini ikki til trý stig til fuglfirðingar í dag, tí í 70. minutti minkaði Hugin Samuelsen um munin til 2-1, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fór bólturin í málið umvegis ein ÍF-leikara til støðuna 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Í hinum fýra dystunum gjørdust úrslitini sum væntað. HB vann 3-0 móti EB/Streymi, NSÍ 3-0 móti tvøramonnum, Víkingur hølvaði toftamenn av 6-0, og tað sama gjørdi KÍ við 07 Vestur og vann 5-0.

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2)
2’ Dan í Soylu 0-1
39’ Stefan Radosaljevic 0-2
83’ Áki Debes Samuelsen 0-3

NSÍ - TB 3-0 (3-0)
1’ Jørgen Nielsen 1-0
39’ Petur Knudsen 2-0
43’ Petur Knudsen 3-0

B36 - ÍF 2-2 (0-1)
34’ Sjálvmál 0-1
69’ Uros Stojanov 0-2
70’ Hugin Samuelsen 1-2
90’ Sjálvmál 2-2

B68 - Víkingur 0-6 (0-0)
45’ Arnbjørn Svensson 0-1
48’ Andreas Lava Olsen 0-2
54’ Sølvi Vatnhamar 0-3
59’ Ingi Jonhardson 0-4
68’ Olaf Bárðarson 0-5
90’ Sølvi Vatnhamar 0-6

07 Vestur - KÍ 0-5 (0-3)
13’ John Johannesen 0-1
15’ Ivar Rønning 0-2
42’ Páll Klettskarð 0-3
71’ Jasper van der Heyden 0-4
84’ Jasper van der Heyden 0-5

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (22 stig)
2. HB (17 stig)
3. NSÍ (16 stig)
4. Víkingur (15 stig)
5. B36 (13 stig)
6. EB/Streymur (8 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (6 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (1 stig)

Nýggjunda umfar verður spælt hetta vikuskiftið.

Í dag kl. 17.30 verður ein dystur í Runavík: NSÍ-07 Vestur

Í morgin, sunnudagin verður spælt soleiðis, allir dystirnir byrja klokkan 15:
TB-EB/Streymur
KÍ-B36
HB-B68
Víkingur-ÍF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mai 2021

55 Leygardagur 08. mai 2021

KÍ kann spæla tey fyrstu umførini heima við Djúpumýrar

Vøllurin í Klaksvík er góðkendur til fyrstu tvey umførini í Conference League

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

KÍ sleppur at spæla sínar evropeisku dystir í ár á heimavøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík.

Tað boðar Klaksvíkar kommuna frá í tíðindaskrivi mikudagin. Klaksvíkar kommuna hevur í dag fingið játtan frá evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, um at KÍ kann spæla heima í fyrsta og øðrum umfari av Uefa Europa Conference League 2021/22 heima við Djúpumýrar.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um at hendan váttanin er komin í hús.

- Klaksvíkar býráð hevur raðfest útbyggingina við Djúpumýrar høgt, og tí er tað sjálvsagt ótrúliga deiligt, at trúføstu viðhaldsfólkini hjá KÍ fáa møguleika at uppliva dystirnar á heimavølli í summar.

- Tað er onki at ivast í, at hetta hevur stóran týdning fyri leikarar og øll tey, sum varða av KÍ. Øll vita, at dystir á heimavølli eru nakað serligt, og ein slík váttan staðfestir eisini dygdina av miðvísa arbeiðinum við Djúpumýrar, sigur Karl Johansen.  

[object Object]Jóhanna Christiansen

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, leggur afturat, at síðsta summar vóru vónirnar til ein heimadyst stórar, men orsaka støðuna við koronu, so bar hetta ikki til.

- Tí verður tað sera stuttligt fyri okkum øll, tá ið vit í summar fara at savnast við vøllin til eina heimadyst í Europa League. 

- Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga krevst, at leikvøllir til UEFA dystir eru skrásettir í “bólki 2”, sum krevur ein leikvøll við 1.500 áskoðaraplássum. Síðan tá hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum, sum nú eisini eru góðkendar av UEFA. Eftir hjá okkum er at tryggja, at arbeiði nú kann ganga skjótt og væl, og tað eri eg sannførd um, at tað fer, sigur Jóhanna Christiansen.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mai 2021

56 Leygardagur 08. mai 2021

Kongstedt gevst í summar

Danin fer aftur til heimlandið, og fer at spæla við Næstved aftan á summarsteðgin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á jóansøku spælir miðvallarin Mark Kongstedt seinasta dystin fyri TB. 25 ára gamli danin hevur boðað felagnum frá, at hann ynskir at verða loystur úr sáttmálanum.

Sambært TB sigur Mark Kongstedt, at hann hevur trivist væl á Tvøroyri, men at tað eru persónligar orsøkir, ið gera tað neyðugt at flyta aftur til Danmarkar.

Mark Kongstedt spældi 12 dystir fyri TB í fjør, og hevur spælt átta dystir higartil í ár fyri besta liðið hjá tvøramonnum.

Tað hevur ikki gingið væl hjá TB í ár. Eftir átta leikt umfør hevur TB bara eitt stig á kontuni, og er varpað úr steypakappingini. Aftaná 4-0 tap móti B36 tann 28. apríl tók høvuðsvenjarin Michael Winter avleiðingina av vánaligu gongdini, og segði seg úr starvi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

57 Leygardagur 08. mai 2021

KÍ og NSÍ vunnu greitt á heimavølli - EBS/Skála vann í Gundadali

Fjórði dysturin í umfarinum varð ikki leiktur orsakað av veðrinum í Sarpugerði, og KÍ er nú oddalið í jøvnu kappingini. Hervør Olsen skoraði øll fimm málini fyri greipuvinnararnar í gjár - Heidi Sevdal skoraði fýra ferðir í Runavík

Hervør Olsen í rennidysti í steypafinaluni móti NSÍ í november. Hervør skoraði eitt av málunum hjá KÍ hendan dagin - í mikukvøldið skoraði hon fimm (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki so stórur munur í oddinum í Betrideildini hjá kvinnum, og kappingin gjørdist ikki minni spennandi, tá EBS/Skála og NSÍ vunnu í 6. umfari, ið varð leikt mikukvøldið.

EBS/Skála vann heldur óvæntað á útivølli móti HB, ið frammanundan bert hevði tapt fyri Víkingi. Randi Fagradal skoraði einsamalla málið í dystinum. Liðini eru nú jøvn í stigum.

Í Runavík var málveitsla. NSÍ vann 5-2 á B36, og Heidi Sevdal skoraði fýra av málunum. Hetta var annar sigurin á rað hjá NSÍ. 

[object Object]
Heidi Sevdal hevur nú sjey mál í fimm dystum (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík var tað serliga Hervør Olsen, sum var í hopla. Áleyparin skoraði øll fimm málini hjá KÍ, sum vann 5-1 á botnliðnum AB/B71. Hervør hevur nú skorað 10 mál í teimum seks dystinum í ár, og hon var við landsliðnum, tá tað var savnað fyri kortum.  

Víkingur var oddalið undan dystunum í gjár, og KÍ er nú farið framvið liðnum úr Eysturkommunu, ið hevur 13 stig og málúrttøkuna +13 fyri teir fyrstu fimm dystirnar. Víkingur og 07 Vestur skuldu spæla í Sarpugerði í gjárkvøldið, men hetta varð av ongum orsakað av ringa veðrinum. Óvist er, nær dysturin verður leiktur.

6. umfar í Betrideildini
05.mai

HB - EBS/Skála 0-1 (0-1)
28' Randi Fagradal 0-1

NSÍ - B36 5-2 (3-1)
1' Heidi Sevdal 1-0
4' Unn Hvidbro 2-0
10' Jacoba Langgaard 2-1
33' Heidi Sevdal 3-1
63' Heidi Sevdal 4-1
87' Olga Kristina Hansen 4-2
89' Heidi Sevdal 5-2

KÍ - AB/B71 5-1 (2-0)
8' Hervør Olsen 1-0
25' Hervør Olsen 2-0
55' Hervør Olsen 3-0
57' Fridrikka Clementsen 3-1
80' Hervør Olsen 4-1
81' Hervør Olsen 5-1

Víkingur - 07 Vestur Útsettur

Støðan

1

6
4
2
0
14
4
+10
14
2

5
4
1
0
16
3
+13
13
3

6
3
1
2
13
8
+5
10
4

6
3
1
2
13
9
+4
10
5

6
3
0
3
18
11
+7
9
6

6
2
1
3
14
15
-1
7
7

5
1
0
4
6
17
-11
3
8

6
0
0
6
4
31
-27
0

Talva: FaroeSoccer



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

58 Leygardagur 08. mai 2021

Jón Simonsen og B36-kvinnur steðga samstarvinum

Nýggjur í venjarasessinum hjá B36-kvinnum er Tummas Erling Djurhuus

Jón Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36-kvinnur fáa nýggjan venjara. Hesum boðar felagið frá, eftir at B36 og Jón Simonsen, sum hevur vant kvinnurnar síðani í vetur, eru komin ásamt um, at enda samstarvið partana millum.

B36 hevur havt tað trupult móti liðunum, sum liggja ovarliga á stigatalvuni, og tað sæst aftur, tí B36 hevur bara savnað 7 stig saman eftir seks umfør.

[object Object]

Nýggjur maður í venjarasessinum er Tummas Erling Djurhuus, sum undan hesum hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá B36, og sum eisini hevur vant annað-liðið hjá monnunum eitt tíðarskeið.

Sjøtul verður nú settur á steypakappingina hjá kvinnum, og B36 skal til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF-kvinnum í 1. deild um at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

59 Leygardagur 08. mai 2021

Kvinnurnar byrja á heimavølli móti Spania

Føroyska kvinnulandsliðið spælir fimm undankappingardystir í ár og tríggjar í 2022. Byrjað verður á heimavølli, tá spaniólar koma á vitjan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, hvussu skráin hjá A-landsliðnum við kvinnum sær út í komandi HM-undankapping. Føroyar byrja á heimavølli tann 16. september, tá spaniólar koma á vitjan.

Fyri viku síðan var lutakast í samband við komandi HM-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn.

Og nú er greitt, hvussu leikskráin fer at síggja út. Føroyska liðið skal spæla fimm undankappingardystir í ár, og tríggjar í 2022.

Byrjað verður á heimavølli hósdagin 16. september, tá Spania, sum í løtuni er at finna á 13. plássi á styrkislistanum hjá FIFA, kemur hendan vegin á vitjan.

Skráin
16. sept. 2021 Føroyar – Spania
21. sept. 2021 Skotland – Føroyar
21. okt. 2021 Ukraina – Føroyar
26. okt. 2021 Føroyar – Ungarn
25. nov. 2021 Spania – Føroyar

8. apríl 2022 Ungarn – Føroyar
2. sept. 2022 Føroyar – Ukraina
6. sept. 2022 Føroyar – Skotland

HM-endaspælið verður í Avstralia og Nýsælandi í 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

60 Leygardagur 08. mai 2021

Mourinho fingið nýtt starv

Portugisiski venjarin skal standa á odda fyri AS Roma. - Tá Jose gjørdist tøkur, tóku vit beinanvegin av møguleikanum at tosa við ein av bestu venjarnum nakrantíð, sigur ítróttarstjóri felagsins

17 dagar eftir, at hann varð sagdur í starvið í London, er kunngjørt, at José Mourinho hevur skrivað undir sáttmála í Rom (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

19. apríl varð Jose Mourinho uppsagdur í Tottenham - 17 mánaðir eftir at hann tók yvir, dagin eftir at kunngjørt varð, at Tottenham skuldi verða eitt av liðunum í European Super League, og seks dagar áðrenn Carabao Cup-finaluna sum Tottenham tapti fyri Manchester City.

Umstríddi venjarin er nú uppsagdur í trimum teimum seinastu feløgunum, ið hann hevur staðið á odda fyri - Chelsea, Manchester United og Tottenham - men 25 stór steyp og ein rúgva av royndum draga, og nú er greitt, hvat næsta uppgávan hjá 58-ára gamla Mourinho verður: Hann skal royna at fáa AS Roma at blanda seg í oddin í Serie A aftur.

- Tá Jose gjørdist tøkur, tóku vit beinanvegin av møguleikanum at tosa við ein av bestu venjarnum nakrantíð. Vit vóru blást umkoll av djúpa ynskinum hjá Jose at vinna og hansara ovurhuga fyri fótbólti: Líkamikið hvussu nógv steyp hann hevur vunnið, so er hansara høvuðsfokus altíð á tað næsta. Hann hevur vitanina, royndirnar og leiðaraeginleikarnar, ið tað tekur at kappast á øllum støðunum...vit eru ógvuliga vís í, at Jose er tann perfekti venjarin til okkara projekt langa tíð fram

Soleiðis sigur Tiago Pinto, ítróttarstjóri í Roma, við heimasíðu felagsins í samband við setanina.

Mourinho skal í summar avloysa landsmannin Paulo Fonseca. Í løtuni er høvuðsstaðarliðið nummar sjey í Serie A, og um Roma heldur plássið, so fær liðið atgongd til nýggju European Conference League komandi ár - tað er sama kapping, ið tey flestu føroysku liðini skulu spæla. Møguleiki er so at siga slett ikki at røkka Europa League, og als ikki Champions League, nú fýra umfør resta í. Hóast eina 2-1 leiðslu í steðginum á Old Trafford í farnu viku, so hevur Roma so at siga ongan møguleika at røkka Europa League-finaluni. United skoraði fimm ferðir í 2. hálvleiki og harvið er 6-2 undan seinnu uppgerðini, sum verður í Rom hóskvøldið.

Jose Mourinho stóð frá 2008 til 2010 á odda hjá Inter Milan. Felagið er júst vorðið meistari fyri fyrstu ferð, síðani Mourinho var í felagnum. Tað eydnaðist bæði árini tá, og í 2010 vann Inter eitt søguligt Treble, tá Coppa Italia og Champions League-steypið eisini komu til Milano. Hann hevur nú skrivað ein trý-ára sáttmála við størsta felagið í "æviga býnum"

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

61 Leygardagur 08. mai 2021

Ensk feløg hittast í finaluni

Chelsea vann 2-0 á Real Madrid í London mikukvøldið, og harvið skal felagið fyri triðju ferð spæla eina Champions League-finalu síðst í mánaðinum. Mótstøðuliðið verður Manchester City, sum ongantíð áður hevur verið í finaluni

Werner og Mount skoraðu málini, tá Chelsea koppaði Real Madrid
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri aðru ferð uppá trý ár og fyri triðju ferð í søguni, bresta tvey ensk feløg saman í Champions League-finaluni. Hetta er greitt eftir seinnu hálvfinalurnar, sum hava verið í Onglandi júst farnu dagarnar.

Í 2008 spældu Manchester United og Chelsea í 120 minuttir í regninum í Moskva, og neyðugt var við brotsspørkum. Eftir sigurin hjá Chelsea á Real Madrid mikukvøldið er greitt, at London-felagið verður umboðað í Istanbul síðst í hesum mánaðinum. Eins og fyri 13 árum síðani, fær Chelsea enska mótstøðu í finaluni, og felagið hevur møguleikan at vinna sítt Champions League-heiti nummar tvey: Í 2012 eydnaðist tað at basa Bayern eftir enn eina brotssparkskapping.

Chelsea stríddi seg til finaluna eftir tvey frálík avrik móti greitt mest vinnandi felagnum í kappingini.

Í Madrid í farnu viku endaði tað 1-1, og liðið hjá Thomas Tuchel fekk nýtt góða útgangsstøði mikukvøldið. Real Madrid spældi væl í 1. hálvleiki og fekk hótt vælskipaða Chelsea-liðið nakrar ferðir. Men heimaliðið lá eisini framvið og kom eisini á odda í 28. minutti. Kai Havertz rakti yvirleggjaran, og so var Timo Werner til reiðar. Týski áleyparin hevur misnýtt eina rúgvu av málmøguleikum í ár - millum annað ein í Madrid - men í hesum førinum fekk hann eitt ógvuliga týdningarmikið mál.

Útiliiðið hevði bóltin væl meira, men Chelsea var meira vandamikið og hevði tveir stórar møguleikar at so at siga avgera alt tíðliga í 2. hálvleiki, men fyrrverandi Chelsea-málverjan, Thibaut Courtois, vardi væl fyri.

Tað hevði hann tó ongan møguleika fyri, tá fimm minuttir restaðu í. Christian Pulisic fann Mason Mount, og so setti "akademiidroungurin" eitt sera gott punktum. Thomas Tuchel hevur staðið seg sera væl í London, og nú er hann annað árið á rað í finaluni. Tað gekk ikki hjá Zidane og hansara liðið, og teir noyðast at sita á sofuni og hyggja at, tá Chelsea og Manchester City spæla finalu í Istanbul 29. mai.

Chelsea - Real Madrid 2-0 (Samanlagt 3-1)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mai 2021

62 Leygardagur 08. mai 2021

Manchester City hevur skrivað søgu

Síðst í hesum mánaðinum skal liðið hjá Pep Guardiola spæla Champions League-finalu. Riyad Mahrez stóð fyri báðum málunum í Manchester kvøldið, har Mbappé ikki var á vøllinum

City gjørdi arbeiðið væl og virðiliga liðugt í seinnu hálvfinaluni týskvøldið - Mahrez skoraði bæði málini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

PSG skal ikki spæla í einari Champions League-finalu annað árið á rað - ístaðin sleppur Manchester City at royna seg í einari slíkari á fyrsta sinni. Hetta er greitt, eftir at liðið hjá Pep Guardiola vann 2-0 á Etihad leikvøllinum týskvøldið og harvið 4-1 samanlagt.

Riyad Mahrez átti seinasta fótin á trimum av teimum fýra málunum hjá City í hálvfinalunum. Hann fekk hol á týskvøldið longu eftir tíggju minuttir. Ederson er kendur fyri síni framúr góðu útspørk, og málverjin setti álopið í gongd við at finna Zinchenko, ið var staddur heilt úti við síðulinjuna í vinstru, áleið 50 metrar burtur. Bakkurin rak fram við bóltinum og fann De Bruyne mitt fyri á brotsteigarmakinum. Skotið hjá belgiska miðvallaranum varð blokerað, og bólturin datt til Mahrez, ið var knappur, fekk hann framvið Navas við høgra beininum, og so var 1-0.

PSG byrjaði annars dystin betri og fekk lagt eitt ávíst trýst á City. Í 1. hálvleiki flutti útiliðið bóltin væl, hóast nakað av kava á vøllinum darvaði eitt sindur, Neymar var ein hóttan, og Marquinhos hevði ein stútara á yvirleggjaran. Men Manchester City er betri skipað og stinnari í verjupartinum í ár, í mun til undafarin ár, og Stones, Dias og hinir greiddu sítt arbeiði sera væl.

Liðið hjá Pochettino skuldi hava minst tvey mál, men var Kylian Mbappé fyriuttan. Hann var høvuðsmaðurin í dystunum móti Barcelona og Bayern fyrr í ár. Skjóti og snildi áleyparin var so mikið darvaður av skaða, at hann ikki kom inn, og PSG fekk ikki nakað skot innanfyri stengurnar, so at Ederson av álvara skuldi til arbeiðis. Ístaðin sló Manchester City til í einum snarálopi í 63. minutti, og so var leyst og liðgut. Væl upplagdi Phil Foden fekk ein góðan bólt í dýbdina frá De Bruyne og spældi væl yvirum til Mahrez, ið takkaði fyri.

Nakrar minuttir seinni fekk Angel Di Maria beinleiðis reytt kort fyri at traðka á 36-ára gamla føðingardagsbarnið Fernandinho. Tað gjørdist samanlagt eitt vónbrot hjá argentinska leikaranum og hinum í myrkabláum, men liðformaðurin hjá City kundi stórfegnast saman við liðfeløgunum eftir seinasta bríksl. Fernandinho, nógvir aðrir, leikarar, Guardiola og eigararnir hava bíðað leingi eftir hesum: City er í einari Champions League-finalu, og tað er fult uppiborið.

Manchester City - PSG 2-0 (Samanlagt 4-1)
11' Riyad Mahrez 1-0
63' Riyad Mahrez 2-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mai 2021

63 Leygardagur 08. mai 2021

Manchester United og Villareal hava spælt seg í Europa League-finaluna

Liðið hjá Solskjær tapti í Rom hóskvøldið, men vann 8-5 samanlagt. Arsenal megnaði ikki at skora á heimavølli móti Villareal, og harvið komu Unai Emery og hansara menn víðari

Ole Gunnar Solskjær hevur nú eina finalu fyri framman sum United-venjari (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinnu hálvfinalurnar í Europa League vórðu leiktar hóskvøldið. Í Rom komu fimm mál - í London kom einki.

Manchester United vann 6-2 í fyrru hálvfinaluni, og skoraði eisini einasta málið í fyrra hálvleiki í seinna dystinum. Harvið sá alt avgjørt út, og Solskjær tók báðar bakkarnar út í stegðinum. Men í 2. hálvleiki skoraði Roma, ið eisini hevði nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki, tvey mál fyrsta korteri, og hevði eisini nakrar aðrar stórar málmøguleikar. Men David De Gea hevði ein góðan dyst, og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Cavani fyri aðru ferð í dystinum, og so skuldu Roma aftur hava fýra mál. Tað gjørdist talan um eitt, og harvið vann United 8-5 samanlagt.

Í fjør eydnaðist tað ikki hjá liðnum at vinna hálvfinaluna.

Ein, sum er vanur við at vinna hálvfinalur í Europa League, er Unai Emery. Spanski venjarin vann kappingina tríggjar ferðir á rað við Sevilla (2014-2016), og í 2019 var hann í finaluni við Arsenal.

Tað var júst Arsenal, ið var forðingin hjá Villareal. Býurin í Castellón við beint yvir 50.000 fólkum var karmur um fyrru hálvfinaluni í síðstu viku, og hana vunnu teir gulkløddu 2-1.

[object Object]
Eftir finaluna í 2019 móti Chelsea var Emery vónbrotin, og hann varð stutt seinni uppsagdur sum Arsenal-venjari. Í gjár sló hann Arteta og fyrrverandi lið sítt út (Mynd: EPA)

Harvið var setningurin einfaldur: Um Arsenal einki mál fekk á Emirates, so var Villareal í finaluni. Og tað var júst hetta, ið hendi.

Harvið kundu Emery, fyrrverandi Arsenal miðvallarin Francis Coquelin og hinir í Villareal-leguni frøast, tá liðið frá lutfalsliga lítla býnum skrivaði søgu, og spældi seg í sína fyrstu evropeisku finalu.

Í 2006 var tað sera nær við í Champions League-hálvfinalunum móti júst Arsenal. Liðið hjá Mikel Arteta sleppur helst ikki at spæla evropeiskan fótbólt komandi kappingarár, og tað verður ikki ein ensk finala í Europa League hesaferð.

Villareal og Manchester United bresta saman í finaluni í Gdansk í Polandi, mikukvøldið 26. mai.

Liðini hava spælt fýra innanhýsis dystir í Champions League - tveir í 2005 og tveir í 2008. Allir endaðu 0-0.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021

64 Leygardagur 08. mai 2021

Countrykongurin føroyameistari í billard

Hallur Joensen vann FM í billard fyri einstaklingar

Hallur Joensen við steypinum (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FM-kappingin fyri einstaklingar í billard var farna vikuskifti í Klaksvíkar klubba, og Hallur Joensen vann FM fyri aðru ferð.

Hallur Joensen vísti, at hann dugir annað enn country, tí hann tryggjaði sær føroyameistaraheitið í finaluni við 500 eygum.

Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag tapti í finaluni og fekk 370 eygu.

Nummar trý gjørdist Jens Kjartan Feilberg úr Billardfelag Fuglafjarðar, og á fjórða plássið endaði Jákup L. Baldvinsson, sum annars hevur verið væl við seinastu árini og vunnið fleiri FM-heiti.

[object Object]Páll Heri Nolsøe, Hallur Joensen og Jens Kjartan Feilberg (Mynd: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mai 2021

65 Leygardagur 08. mai 2021

FM í estetiskum fimleiki verður avgjørt sunnudagin

Innleiðandi kappingarnar verða á Høllini á Hálsi seinnapartin í dag, og sunnudagin klokkan 14 byrja finalurnar. 14 lið úr trimum feløgum eru tilmeldað - Kringvarpið sendir beinleiðis sunnudagin

Mynd: Haldur Suni Johansen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Høllin á Hálsi verður um vikuskiftið karmur um FM í estetiskum fimleiki.

14 lið eru tilmeldað kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Leygardagin byrjar undankappingin klokkan 13, meðan finalurnar sunnudagin byrja klokkan 14.

Kappingarnar verða við áskoðarum, og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá FM sunnudagin.

[object Object]


[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mai 2021