Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 15. mai 2021 | Nr. 20 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

- Málið er at verða besta matarstað í Føroyum

SíÐa 2

1 Leygardagur 15. mai 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Mugu kenna tilbúgvingina

Eitt sindur margháttligt var tað at hoyra løgmann á tíðindafundi í gjár samanbera hvøkkin hann fekk tá tað frættist at tvey fólk vórðu innistongd fýratúsund metrar niðri í Sandoyartunnlinum aftan fyri ein eldsbruna, við hvøkkin hann fekk, tá tað í síðstu viku frættist, at trý fólk høvdu fingið staðfest covid-19.

Gamaní er covid av heimsheilsustovninum lýst at vera ein hóttandi farsótt, men tíðin hevur lært okkum – í hvussu so er her í Føroyum – at tað er ógvuliga avmarkað hvussu lívshættislig hendan krímsjúkan er.

Hinvegin, at vera staddur niðri í einum bergholi har tað bert slepst út tann eina vegin, og hesin vegurin er stongdur av eldsbruna – tað er veruliga lívshættisligt. Vit kunnu bert fegnast um, at støðan ikki gjørdist álvarsligari og kravdi mannalív hesaferð.

Vit mugu rokna við, at tilburðurin djúpt niðri undir Skopunarfirði hevur lært byggiharran eitt og annað um tilbúgvingina til tess at seta broytingar í verk beinanvegin.

Vit eru nógv, sum undra okkum yvir, hvussu tað letur seg gera, at tveir jarðfrøðingar, sum bert ferðast niður í bergholið triðja hvønn mánaða, kunnu vera har uttan at nakað starvsfólk við ábyrgd fyri trygdini hjá teimum er til staðar.

Og tað gjørdist heilt komiskt at hoyra hesar báðar kvinnurnar greiða útvarpslurtarum frá, hvussu óvitandi tær vóru um lívbjargandi tilbúgvingina, sum hóast alt var í tunnlinum.

(NÁGREINING: Jarðfrøðingarnir hava eftirfylgjandi gjørt Blaðnum Vikuskifti greitt, at tær hava neyðug skeið og neyðuga vitan um trygdartilbúgvingarnar í tunnlinum. Les: Jarðfrøðingarnir høvdu trygdarskeið)

At tær ikki høvdu ánilsi um, hvat hesi serligu rúmini við bjargingarútgerð skulu brúkast til og hvussu útgerðin skal handfarast, má fortelja onkrum um, at tilbúgvingin ikki hevur virkað.

Sjálvandi skulu eisini frøðingarnir, sum vegna Jarðfeingi fara niður í bergholið at leita sær vitan um spennandi steinsløg, hava at vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg um so er, at ein vandastøða uppstendur.

Enn hevur koronasmittan ikki tikið lívið av nøkrum frískum og arbeiðsførum føroyingi. Í gjár mundi eitt óhapp tikið lívið av tveimum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8084

    Lisnar síður: 32243

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 15. mai 2021

- Málið er at verða besta matarstað í Føroyum

Brimborg: Michael Bjørkær er í gongd við at byggja eina fusións-matstovu upp við Gøtugjógv

(Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tá alt stongdi í Noregi sá eg eina lýsing úr Føroyum, hat tey leitaðu sær hjálp at seta gongd á eina grillmatstovu. Eg hugsaði, at tað var eitt fínt jobb hjá mær meðan eg bíðaði eftir at Noreg skuldi lata upp aftur.

Hóast hann júst hevði tikið avgerð um at sláa seg niður í Noregi, so tók tað bert tvær vikur hjá danska kokkinum, Michael Bjørkjær, at broyta meining. Hann segði starvið í Noregi frá sær, og hevur gjørt av at búseta seg í Føroyum í staðin.

- Møguleikarnir eru óendaligir her fyri ein slíkan sum meg, sigur hann.

Kokkurin Michael Bjørkær hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hevur ferðast nógv runt og roynt sínar matkynstir, og seinastu árini hevur hann liva av – sum ein annar Gordon Ramsey – at hjálpa matstovum við at fáa gongd í umsetningin aftur.

Seinastu tíðina hevur hann arbeitt í Noregi.

- Eg arbeiddi á einum staðið beint sunnan fyri Oslo, sum mær dámdi sera væl. So væl, at eg hevði tikið avgerð um at seta meg niður har. Eg var farin at troyttast av at ferðast so nógv runt.

- Men so kom korona, og alt stongdi niður...

[object Object]

Høsnarungar og kips til gøtufólk
Michael Bjørkær rokast nú á matstovuni Brimborg við Gøtugjógv. Tað er stóri handilsbygningurin, beint við gjónna, framman fyri skúlan, sum eisini hevur verið skrivstovuhøli hjá kommununi, og studentaskúli, áðrenn Kambsdalur gjørdist miðstøð fyri miðnámsútbúgvingarnar í norðurøkinum.

Nú er ein køkur innrættaður við matstovu í allari veghæddini, og í erva verður arbeitt við at innrætta matstovu eisini.

- Eg fekk at vita tá, at tað var ein verkætlan í gongd í Føroyum við einum grillkøki, sum gekk út upp á at selja høsnarunga og kips út úr húsinum, umframt eitt sindur við dagsins rætti, og tílíkt.

- Mín ævintýrhugur segði mær, at tað hevði verið stuttligt at roynt í tveir mánaðir, greiðir Michael Bjørkær frá.

- Her er nógv størri potentiali
Tað var Eirikur á Húsamørk, sum, saman við konuni Hardu Skoradal, hevði keypt útgerðina frá afturlatna køkinum Conrad í J. C. Svabosgøtu í Havn, og sett hann upp í “Brimborg” við Gøtugjógv. Høvuðsattraksjónin í hesum keypinum var serligi rotisserie-ovnurin, ið steikir høsnarungar, meðan teir snara runt.

- Eg sá beinanvegin, at her var potentiali til nógv meira enn bara at selja kylling og kips at hava útvið.

- Og so sá eg eisini stórar møguleikar í at arbeiða saman við stigtakaranum, Eiriki. Eins og eg, er hann ein ótolin persónligheit, ið vil hava ting at henda. Hann hevur givið mær fríar hendur at eksperimentera og menna staðið. Tað riggaði so væl okkara millum, at eg havi sett mær fyri at búsetast í Føroyum, sigur Michael Bjørkær.

[object Object]
Eirikur á Húsamørk er stigtakari og eigari av Brimborg saman við konuni Hardu Skoradal (Mynd: Birgir Kruse)

- Óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar
Og tað er fyrst av øllum rávøran, maturin, í Føroyum, sum lokkar.

- Her eru so so óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar at royna, og tí síggi eg stórar møguleikar í matstovuvinnuni her, sigur Michael Bjørkær.

Teir eru longu farnir undir at broyta húsið við Gøtugjógv til matstað við stórum ætlanum og ambisjónum.

Ovara hæddin skal innrættast sum gourmet-matstova við frálíkum útsýni út yvir Gøtuvík, meðan niðara hæddin, har køkurin er, verður eitt stað til lættari og meira gerandisligar máltíðir og til at framleiða mat út úr húsinum – catering.

Michael Bjørkær avdúkar eisini, at væntandi kemur ein navnabroyting at vera, so at catering-parturin framvegis hevur heitið Brimborg, meðan gourmet-matstovan fær eitt anna navn og ‘brand’.

Ovfarin av móttøkuni
Michael Bjørkær er ovfarin av góðu móttøkuni, sum Brimborg hevur fingið.

- Tá eg kom til Føroyar var tað onkur, sum segði fyri mær, at eg ikki skuldi rokna við, at fólkið í nærumhvørvinum í Gøtu hevði áhuga fyri fínari matgerð, men eg havi ásannað, at tað er júst øvugt.

- Móttøkan hevur verið sera góð, og tað er serliga tey serligu temakvøldini við 10 rættum, okkar ‘chief’s selection fine dining menu’, sum hevur verið mest eftirspurd. Hvørja ferð hevur matstovan verip proppfull, fólk hava staðið á bíðilista, og vit hava verið noydd at avvíst fleiri.

- Hetta sigur mær, at veruleikin er júst øvugtur av tí, sum eg fekk at vita frammanundan.

[object Object]

Skal verða Føroya besta
Málsetningurin hjá Michael er stórur. Hann ætlar sær ikki minni enn at gera Brimborg til besta matstað í Føroyum.

- Eg eri ikki tann, sum fari eftir tí næstbesta. Tað er tó ikki eitt annað Koks, eg fari eftir, teimum fái eg ikki at kappast við. Men mín visjón er at gera Brimborg til Føroya besta matupplivilsi, sigur eldhugaði kokkurin uttan at blunka, og tá meinar hann, at hann skal hava besta tilboðið til øll, alt eftir hvønn tørv tey hava.

Einaferð í framtíðini verður ovasta hæddin ein fínari matstova við egnari inngongd, meðan tann meira gerandisligi, men kortini góði, maturin fæst niðriundir, bæði at eta á staðnum og hava útvið.

Væntandi verður gourmetmatstovan bert opin fríggjakvøld og leygarkvøld, og so er møguleiki at skipa fyri temakvøldum – eitt nú í samstarvi við ferðavinnuna – hini kvøldini. Tað kann vera við saltfiski ella við tvøsti, møguleikarnir í Føroyum eru óendaligir, sambært Michael Bjørkær.

[object Object]

Fusión
Tað, sum Michael sær fyri sær, er ein fusións-matstova, har siðbundin føroysk rávøra verður blandað saman við tí besta hann kann skaffa uttanífrá.

Tey, ið longu hava vitjað Brimborg vita, at ein kann vænta sær óvanligar samansetingar tá kokkurin við eyðkenda kollinum roynir okkurt nýtt. Tað verði seg við eksotiskum soppum, sibirskum kaviar, berum og krúddum, vit ikki eru von við herheima.

- Mín dreymur er at blanda ta góðu rávøruna her – fisk, skeljadjór, kanska hemara, við spennandi vørur, sum eg kann skaffa uttan úr heimi. Eg eri heldur ikki bangin fyri at taka tað siðbundna føroyska inn í matgerðina, og havi longu roynt meg við bæði røstum og skerpikjøti. Tað eru nógvir mátar, ein kann fusiónera siðbundnar matvørur inn í ta fínari altjóða matgerðarlistina. Eg ynski eisini at finna fram smakkirnar í føroysku náttúruni – kanna hvussu urtir, tari og annar fjøruvøkstur smakkar og um tað kann brúkast í matgerðini, sigur Michael Bjørkjær.

[object Object]
(Mynd: Birgir Kruse)

Avbjóðing at skaffa starvsfólk
Sjálvur hevur hann høvuðsábyrgdina av matarkortinum, men eyðvita megnar hann ikki einsamallur at gera allan matin sjálvur. Hjálp krevst, og av tí at føroysku kokkarnir ‘ikki hanga á trøunum’ hevur hann brúkt sítt víðfevnda netverk fyri at fáa kokkar uttanífrá til at arbeiða í køkinum á Brimborg. Eisini kemur onkur uttanífrá sum tænari eisini.

Men fyrr ella seinni fer eisini Brimborg at seta lærlingar við, bæði í køkinum og at stákast millum borðini, so at størri partur av starvsfólkunum eisini verða føroysk.

- Tað ber ikki til at fara út at sóknast eftir fólki, um ein ikki eisini er við til at seta nýggjar lærlingar við, er eitt av fleiri motto hjá Michael Bjørkær.

Brimborg er ikki nøkur lítil matstova. Tá alt er útbygt kann borðreiðast fyri 150 gestum. Vanlig kvøld er ætlanin at kunna hava millum 60 og 70 sitandi í teirri fínari matstovuni, men til serlig tiltøk, tá møguleiki er at borðreiða á langborðum, kunnu væntandi upp í 120 fólk vera við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

3
Leygardagur 15. mai 2021

- Tað var hart – vit høvdu satsað alt og mist alt!

Smoltstøðin á Dalábakka á Viðareiði fór av knóranum í 1992. Smoltstøðin er bara eitt av mongum virksemum, sum Danial Lydersen hevur verið uppi í. Tað nýggjasta erfýrabindsverk um Viðareiðis søgu, ið kemur út í heyst

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Komandi ár verða (minst) tveir rundir dagar í lívinum hjá Daniel Lydersen á Viðareiði. 26. juli fyllir Danial 80 ár og tað verða 30 ár síðani, at lívsdreymurin, smoltstøðin á Dalábakka, fór av knóranum við buldur og brak.

Eftir neyðugt kanningararbeiði, so varð Pf. Dalhella stovnað í 1985 og ein umsókn um at ala laksasmolt inni á Dalábakka varð send myndugleikunum. Daniel og konan Fía vóru einastu partaeigarar í felagnum, sum átti smoltstøðini.

[object Object]
“Jú, mangt er at minnast. Tá alt var farið falitt hjá okkum og vit stóðu eftir á berum, var tað eitt, sum kreditor ikki fekk gaflarnar í: Eg hevði nevniliga viðlíkahildið mítt vinnubræv sum skipsførari av 1. grad”


Trúðu upp á verkætlanina
Tey trúðu upp á verkætlanina og settu fyrst 800.000 krónur í partafelagið. Smoltstøðin varð staðsett inni á Dalábakka, tí umstøðurnar vóru serliga góðar har til eina smoltalistøð. Men tað var dýrt, tí tað lá burturi í óbygdum. Sum dømi nevnir Daniel, at tað kostaði 150.000 krónur at leggja telefonkaðal inn í Dalar og 650.000 krónur at leggja háspenningslinju.

– Tað var kostnaðarmikið at fara út í oyðimørkina, men bankarnir vóru sera sinnaðir at lána pengar. Men rentan var ‘gyselig’, sum Daniel tekur til, og leggur afturat, at í onkrum føri var rentan 22 prosent fyri yvirtrekk.

Felagið byrjaði sítt virksemið í 1986, og tað gekk væl fyrstu árini. Tað riggaði, sum tað skuldi, og alibrúkini keyptu og guldu fyri tað smolt, tey keyptu. Nakað av rakstrarfígging var, men raksturin var fyri stóran part eginfíggjaður.

Myrknaði í havsbrúnni
– Vit høvdu verið í gongd í nøkur ár, men frá umleið 1989-1990 gjørdist tað tyngri og tyngri at fáa útistandandi inn, greiðir Daniel frá.

Mótgangurin kom so spakuliga og tað myrknaði so líðandi í havsbrúnni. Alibrúkini fingu sjúkur og lýs at dragast við, og laksaprísirnir á heimsmarknaðinum fullu alsamt, og til endans hekk ikki saman hjá teimum.

Hetta hevði aftur við sær, at tað gekk verri og verri hjá smoltstøðunum at fáa pengarnir inn frá alibrúkunum. Onkunstaðni í hesari tilgongdini, greiðir Daniel frá, at bankin kravdi, at partapeningurin varð hækkaður, og hann og Fía settu 700.000 kr. afturat í felagið.

Raksturin hevði fyri ein part verið eginfíggjaður, men nú var tað vónleyst.

[object Object]Smoltstøðin í Dølum

Máttu snara lykilin
– Eitt var, at tað byrjaði at sansa at, og at bankarnir nú hugsaðu seg tvær ferðir um. Men fólk høvdu ta fatan, at smoltaling var sum ein seðlapressa og at smoltalarar vóru milliarderar, og hetta ávirkaði heilt vist lánveitararnar, sigur Daniel.

Tískil fekst eingin fígging, og tað gekk so bara til tað ikki gekk longur.

– Tá ið felagið var komið upp á 7 milllliónir krónur í útistandandi, kundu vit eins væl snara lykilin um, sigur Danial, og leggur afturat:

– Tað nyttaði einki, at royna selja nakað sum helst fyri at bjarga tí, ið bjargast kundi. Komið var út í 1992, einki hevði nakað virði og eingin fekk fígging. Í oktobur sama ár fór Sjóvinnubankin sum tann fyrsti.

Satsaðu alt og mistu alt
Men Fía og Danial høvdu ikki bara sett 1,5 milliónir krónur í felagið. Tey høvdu trúð fult og fast upp á verkætlanina og vóru tí gingin undir kravið hjá lánsveitarum at seta trygd fyri lánini.

– Eg og Fía høvdu satsað alt, og vit høvdu mist alt, sigur Danial.

Tey sótu eftir á berum og fluttu niðan í barndómsheimið hjá Daniali.

– Fyrstu tíðina var hart hyggja út gjøgnum køksvindeygað og síggja oman á húsini, sum vit høvdu bygt og fluttu inn í í 1971, sigur Danial.

– “Back to square one”, sum amerikanararnir siga, heldur Danial fyri.

Danial aftur á slóðina – hann fór út í verðina at sigla, samstundis sum tey – eins og mong onnur eftir kreppuna – fingu eftirlíkað skuldarsanering, t.v.s. fingu slætt borð við at gjalda ein part av skuldini við føstum gjaldingum yvir eitt áramál.

[object Object]Tað er gott fyri bygdina - og hevur verið okkara stórsta arbeiðspláss í 28 ár, - við tað, at byrjað var at gerða støðina 10.februar 1986. Danial Lydersen bygdi støðina og hevði hesa í ca, 6 ár tá alt fór á husagang hjá honum (fyrst í 1990'unum). Nú eigur Bakkafrost smoltstøðina. Og tað er ein sonn gleði fyri uppruna eigarnir, at tað í dag gongur so væl við alingini - og harvið eisini "Viðareiðis Smoltstøð". - Og eisini, at hettar hevur hjálpt væl til í kommunukassanum hjá okkum, øll hesi 28 árini. Beinleiðis lønir og ringvirkningar mugu verða fleiri 10-talsmilliónir øll hesi árini (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)


Uppvaksin við spæli og søgum
Danial sá fyrstu ferð dagsins ljós á Viðareiði í 1942 – hann er seinasta barn, sum kom verðina í Fodlindi. Sjey ár seinni flutti familjan eystur á Grømma. Barnaárini vóru spæl úti víða um í bygdini og skúlagongd – og ikki minst søgur!

– Jákup Jóhannes Matras las nógv fyri mær, ikki bara vanligar barnasøgur, men eisini t.d. Íslandssøgu og Grettis søgu, og hann dugdi so væl, at tað var einki unniligt at sita á beinkinum – har var opið inn undir, ogt tú visti ongantíð, um ikki onkur knappliga kundi koma undan haðani ella taka í øklarnar á mær, minnist Daniel við sorgblídni.

Til skips, á skúla – og giftur
Í 1957 – árið eftir at hann varð konfirmeraður – fór hann til skips við fransaskonnartini Skálanesi, har Óli hjá Dáva var skipari. Pápi Danial var stýrimaður og loysti av sum skipari.

Eftir trý ár umborð Skálanesi, mynstraði hann við Klakki, har Palli Rasmussen, Palli hjá Mariannu, var skipari.

– Palli var ein sovorðin hendinga maður. Eg dámdi hann ósigiliga væl, og vit vóru miklir vinmenn hóast aldursmunin, sigur Daniel.

Trý ár seinni fór Daniel í land og á navigatiónsskúla, tók prógv sum skipari, stýrimaður og skipsførari – seinasta prógvið í 1966. Meðan hann gekk upp á skúla møtti hann Fíu Gram av Tvøroyri. Tey giftust 26. mars 1966 og fingu børnini Kirstin (1966), Gert (1968) og Dinu (1981). Frammanundan átti Daniel dóttrina Alis.

[object Object]
Skálanes 1957. F.V.t.h.: Danial Viðoy, Jákup Esmar Viderø, Edmund í Funningsbotni, Heini Lydersen og Svabo Poulsen í Miðvági. Myndin er tikin í New Foundlandi í 1957


Biðin aftur hjá A.P. Møller
Við nýggja próvnum fór Daniel í starv hjá A.P. Møller/Mærsk árini frá 1966. Í 1973 arbeiddi hann sum sokallaður ‘port captain’ í Suður- og Vesturafrika fyri danska reiðaríið; ein port captain sær til, at skipini hjá reiðarínum lúka øll krøv, tá ið tey leggja frá landi.

Daniali stóð í boði at fáa fimm ára sáttmála sum port captain í New York. Hugurin stóð til hetta starvi, men hann tók ikki av. Hann sigldi eina tíð afturat, so segði hann upp í 1975.

- Teir mundu vera nøgdir við míni avrik í reiðarínum, sigur Daniel, tí í trý ár fekk eg bræv á jólum, har teir ynsktu okkum gleðilig jól og bóðu meg um at koma aftur at sigla fyri reiðaríið”.

Daniel vísir mær brøvini, sum hann hevur goymt sum reyðargull, og tað gongur sjón fyri søgn, at viðingurin hevur verið umhildin yvirmaður í A.P. Møller-fyritøkuni.

Fast starv á strandferðsluni
Eftir at Daniel hevði mynstrað av har fyri seinastu ferð, hevði hann verið í starvi hjá Strandfaraskipum landsins, har hann loysti av sum skipari og yvirstýrimaður umborð á Smyrli, fyrr Morten Mols, sum varð keyptur eftir mikið politiskt rok.

– Tað var um reppið, at eg játtaði meg til A.P. Møller aftur, men so bjóðaði Thomas Arabo mær fast starv sum deksinspektørur á strandferðsluni, og eg tók av, sigur Daniel, sum umframt hetta tók sær av øllum, sum hevði við tryggingar hjá strandferðsluni at gera.

Navigatørurin av Viðareiði, sum tá var í seinnu helvt av 30-unum til aldurs, tosar við stórum eldhuga um hesa tíðina á strandferðsluni. Gandaorðið er ‘ro-ro’ ella roll-on og roll-off – nú skuldi fraktin ikki longur lossast umborð, men heldur koyrast umborð og koyrast í land.

‘Ro-ro’-kollveltingin
– Hetta var púra ókent hjá okkum, áðrenn ‘molsurin’ kom (í 1980 kom seinni ‘molsurin’, Mikkel Mols, sum fekk navnið Teistin), og var einki minni enn ein kollvelting. Eg stóð sjálvur fyri hesum, og hetta var sera spennandi og gevandi arbeiði, fortelur Daniel.

Tað vóru stór akfør, sum vórðu brúkt til hesa nýggju skipanina – treylarar, sum vóru 12 metrar langir, og annhangarar, sum vóru 18 metrar langir. Ein trupulleiki var, at í fyrstani – og í rúma tíð – var eingin lógarheimild fyri at brúka hesi akførini.

– So vit máttu hava fútan, Nepper Christensen, við í hvørjari avgerð, minnist Daniel aftur á.

Av nýggjum kann eisini nevnast, at tað eisini var í Daniel’sa tíð á strandferðsluni, at farið varð undir tyrluflúgving í vanligari rutu.

– Hetta var royndarflúgving, sum vit stóðu fyri í 1981, og tað var Mærsk, sum fleyg fyri okkum, sigur Daniel.

[object Object]

Mikið veldigt
Eg leggi til merkis, at sjálvt um vit tosa um hansara lívsleið, so tosar Daniel við einari serligari hávirðing um tey, hann hevur samstarvað við – sum sigur hann sum eina sjálvfylgju, at tað hevði einki verið uttan hesi fólkini eisini.

Tá brúkar hann altíð tvey serlig orð – ‘mikil’ og ‘veldigur’, og tað liggur ein serligur tokki í røddini, tá hann úttalar hesi orðini. ‘Veldigur’ kenni eg væl úr Klaksvík, men eg fái ein varhuga av, at ‘mikil’ er viðareiðismál, uttan at eg veit tað kortini ...

Hansara handgingnu menn á smoltstøðini – Edvard Ziska og Jákup Móris Heinesen – vóru tveir veldigir menn. "Uttan teir, einki prosjekt", sigur Daniel og Fía tekur undir. Og eins og Palli hjá Mariannu og hann vóru miklir vinmenn, so var Jóhan Restorff Jacobsen, sum helt skil á pengunum, mikil maður, og Thomas Arabo og Óli Hammer tveir veldigir kapasitetar. – Óla arbeiddi Daniel nógv saman við eftir at hann, Danial, var komin í nevndina í Pf. Smyril Line í 1983.

Tað hendi so nógv hesi árini hjá strandferðsluni, at eitt serligt samanhald kom í millum teir, ið stóðu fremstir.

Leita eftir last
– Í 1981 fór Thomas Arabo í farloyvi. Vit høvdu altíð verið góðir vinir og eru tað enn, og tá ið hann fór í farloyvi, so misti eg áhugan fyri tí arbeiðnum, sigur Daniel, sum samstundis hevði varnast, at eisini onnur vóru farin at spyrja eftir hansara arbeiðsførleikum.

Teirra millum var nýstovnaða Pf. Skiparakstur hjá Hans Paula Johannesen og soninum Mortani, eitt felag, sum mest fekst við at frakta turrlastir (= alt annað enn frakt í tangum). Hann byrjaði at arbeiða har í 1981, fekk eina skiftisavtalu við strandferðsluna, so hann varð endaliga leysur haðani 1. apríl 1982.

– Uppgávan í nýggja starvinum var at vera úti um meg og skaffa lastir – frakt – at flyta úr einum stað í annað. Hetta var ein nýggj verð fyri meg og veldiga spennandi. Tann ungi Mortan, sum hevði lært til skipsmeklara, var ein veldigur lærumeistari, og ‘hin gamli’ var ein veldigur samstarvspartnari, sigur Daniel, sum hevði sína egnu skrivstovu heima við hús á Viðareiði.

Skiltu ikki, hvat eg fekst við
Hetta var ein verð fyri seg, og mangir viðingar skiltu ikki heilt, hvat tað var hann fekst við – tað kundi vera á nátt sum á degi.

– Um eg fortaldi fyri onkrum, at eg skipaði fyri at fáa eina last av eplum úr Skotlandi til Casablanca, ella granatir úr Haifa til Nicaragua, so yptu tey bara øksl - og tað skilti eg væl, sigur Daniel og flennir.

Felagið hevði síni egnu skip, Herborg, Karolinu og Skálanes, men leigaði vanliga skip, serliga tey hjá Grími Lassen og Jóan Jacob Jacobsen á Glyvrum.

Hjáveiða í Halmstad
Á einum túri til Halmstad í arbeiðsørindum kom hann í samband við Lars Häger, sum framleiddi pappír. Sviin spurdi, hvussu tað bar til, at man ikki framleiddi køks- og wc-pappír í Føroyum. Daniel lat sær ikki siga tvær ferðir, og í 1982 varð Pf. Papcon stovnað og kjallaranum í teirra egnu húsum varð pappír ‘konventera’ bleytt pappír og gjørdu køks- og wc-rullur.

Fimm ár seinni varð framleiðslan flutt úr kjallaranum heima og inn í spildurnýggjan virkisbygning. Her framleiddu tey eisini papp- og kartongvørur í felagnum Pf. Topa. Alt hetta virksemi fekk kortini ein bráðan enda eitt ár seinni, í 1988:

– Bygningurin brendi, og tryggingarfelagið vildi ikki endurgjalda fyri maskinurnar: Tær vóru tryggjaðar heima í kjallaranum, men brendu í nýggja bygninginum, so tryggingin tók ikki við, greiðir Daniel frá.

Tá hevði hann longu verið í gongd við smoltalingina í trý ár. Sjáldan er ein báran støk, og bert trý ár eftir, at virkisbygningurin brann, var tað, at smoltalingin endaði við buldur og brak.

Daniel fór út aftur í verðina at sigla – frá 1994 og til 2005. Afturkomin royndi hann eitt sindur av hvørjum: Sigldi við m/v Skuranum, sigldi við turistum við Alpha Pilot og sigldi við alibátunum Tjørnunesi og Grønulíð hjá Bakkafrosti – til hann gavst heilt fyri seks árum síðani.

Ikki beiskur: Man má duga at gloyma
So mikið er vist: Komandi ár fara fjølmiðlarnir at gera nógv burtur úr, at 30 ár eru síðani at Føroyar fóru á húsagang, at mong mistu hús og heim og fleiri túsund fólk fluttu av landinum.

Tað er líka so vist, at hevur Daniel lív og heilsuna, so fer hann ikki at líta aftur á hesi 30 árini við beiskleika.

– Vit hava ongantíð havt tað ringt, hóast tað slepst illa undan, at tað rínir við ein, kanska eisini ótilvitað, sigur Danial og leggur afturat:

– Sjálvandi høvdu vit viljað sloppið undan hesari upplivingini, men vit tóku nakrar avgerðir av egnum vilja, sum vístu seg at vera óhepnar, og men soleiðis er lívið: Viðhvørt gongur við og viðhvørt ímóti, og tú fært ein lúsing, og tað má man læra at liva við – og ein partur av tí er, at man má eisini duga at gloyma!

[object Object]
Danial sat í bygdarráðnum 1981-1993, frá 1985 sum formaður. Hann ivast ikki í, hvat var týdningarmiklasta avrikið:
– Høvdu vit her á Viðareiði ikki fingið nýggjan skúla í 1986, so høvdu viðareiðisbørn gingið í skúla á Fossanesi í dag og framyvir. Hvussu hevði verið í dag við búsetingini her hjá okkum, um so varð?
Í kreppuárunum gjørdist lítið annað enn at umsita teir pengar, sum komu inn til tað mest neyðturviliga

--

Tað siga tey um Danial

Thomas Arabo (Strandferðslan): Danial var eitt arbeiðsgrev, hann var ongantíð í frið. Hann sá altíð møguleikar. Sum persónur var hann sera dámligur at vera saman við. Smoltstøðin hjá honum og Fíu var eitt fantastiskt projekt, tað hevur eftirtíðin eisini prógvað, so tað var spell, at tað ikki gekk.

Sonja Høj (Strandferðslan, Klaksvík): Daniel brúkti skrivstovuna hjá SSL í Klaksvík eitt skifti. Tað, sum eg legði serliga til merkis var, hvussu pertentligur hann var. Har var skil í og eingin slingur í valsinum. Kaffisteðgirnar høvdu vit saman, og Danial var stak fittur og fyrikomandi.

Jákup Mórits Heinesen (Pf. Dalhella): Daniel var øgiliga góður at arbeiða hjá, og hann blandaði seg ikki uppí í tíð og ótíð. Alt var væl skipað, og lønin var í lagi og kom til tíðina. Tað hevði gingið væl, um hann slapp at halda fram, og hann hevði klárað tað líka so væl sum nakar annar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

4
Leygardagur 15. mai 2021

Bókaverk um Viðareiði er á gáttini

Bókaverkið í fýra bindum kemur væntandi út í heyst

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Daniel er søguáhugaður maður, og tað er sjón fyri søgn, um tú fert inn á hansara facebook-vanga. Hann leggur út mangt forvitnisligt, bæði myndir og tekstir, serliga um søgu og náttúru á Viðareiði, og hann er óførur at gera viðmerkingar til tað, onnur leggja út.

– Hesin áhugin haldi kemur bara frá bygdarumhvørvinum, tí nógv varð tosað um støð, fólk og hendingar. Tann, sum sat væl undir, kundu fáa nógv við, sigur Daniel Lydersen.

Sjálvur sigur hann, at hann hevur ikki serstakliga gott minni.

– Men eg havi altíð noterað nógv, sigur Daniel.

Nú fara vit skjótt at fáa tað, sum Daniel hevur savnað, í einari bókaútgávu, sum er í umbúna. Daniel sigur, at Símun Hansen hevur skrivað ættarsøguna, so hann gjørdi beinanvegin av, at tað var eingin orsøk at gera tað umaftur.

– Eg havi mest konsentrerað meg um søgur um fólk, hendingar, og bygdarsøgu í breiðari merking, og so ikki minst staðarnøvn, sigur Daniel.

Og tað er ikki hissi útgáva, sum bíðar okkum: Fýra bind – tvey bind við myndum og teksti og tvey bind við myndum og kortum burturav.

Tað er Sprotin, sum leggur til rættis og gevur út.

– Tað eru nógv fólk, sum hava givið mær týðandi upplýsingar, sum eru í bókini. Í sambandi við sjálva skrivingina hevur Árni Absalonsen, hálvur viðingur, verið mær hollur, og sjálv útgávan er í góðum hondum hjá Sonju Kjølbro, sigur Daniel, sum upplýsir, at bókarverkið væntandi kemur út tíðliga í heyst. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

5

Størv

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6
Leygardagur 15. mai 2021

“Telefax til Viðareiðis – ert tú ørur?”

-

 
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Fyri at útvega fraktlastir mátti Danial kunna samskifta við allan heim allan sólarringin. Eitt nú mátti hann hava telex – men tað var eitt stórt krav: Tað vóru bara 10 linjur til Viðareiðis, og skuldi Danial hava telex so vóru bara 9 telefonlinjur eftir. Tí var svarið nei, inntil telefonverksstjórin, Sólbjørn Jacobsen, sjálvur kom upp í málið.

Telefax mátti hann eisini hava. Tað keypti hann í 1982 – prísur: 50.000 kr., so tað var ikki í hvørjum húsi. Tað vóru næstan bara posthúsini og størstu fyritøkurnar, sum høvdu telefax.

Danial fortelur, at tað gav at bíta, tá ið Finnur Sivertsen, grannskoðari, skuldi senda eitt telefax til sín úr Vági.

– Á posthúsinum í Vági tvíhildu tey um, at skuldi hann senda eitt telefax til Norðoyggjar, so kundi tað bara vera til posthúsið í Klaksvík, har tað kundi avheintast – og til Viðareiðis, nei, tað var ikki hugsingur um, søgdu tey, fortelur Danial.

Tað eydnaðist kortini treiska grannskoðaranum at fáa tey á posthúsinum í Vági at gera eina roynd at gera nakað so fjákut, sum at senda eitt telfax til Viðareiðis. Tað vóru glómur í teimum, tá ið faxið fór spælandi ígjøgnum.

Nú er alt bara minnir – og lesarar, sum eru yngri enn 60 ár, mugu googla ‘telex’, og tey, sum eru yngri enn 45 mugu googla ‘telefax’ ... 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

7
Leygardagur 15. mai 2021

Heimsmálini eru størri avbjóðing enn mánalending

Minitema - Heimsmálini: Á aðalfundinum í 2015 í Sameindu Tjóða, ST, samtyktu allar heimsins tjóðir tey 17 heimsmálini, ið harafturat fevna um heili 169 undirmál. Ætlanin við hesum málum verður nevnd heimsins mest framsøkna ætlan fyri jarðarklótina nakrantíð

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Heimsmálini snúgva seg um at loysa heimsins størstu trupulleikar innan ár 2030. Vit skulu øll bæði kunna liva eitt gott lív og samstundis geva klótina víðari í góðum standi til okkara børn. Á henda hátt hevur ST sett felags kós móti eini burðardyggari framtíð fyri alt livandi á jarðarklótuni. Sagt verður, at hetta er ein størri avbjóðing, enn tað í síni tíð var at lenda á Mánanum.

Heimsmálini eru ikki tann fyrsta royndin hjá ST at seta mál fyri menning av jørðini. Longu í 2000 góvu allir heimsins leiðarar hvørjum øðrum lyfti um, at nú skuldi arbeiðast fyri einum betri heimi. Teir samtyktu tá átta ítøkilig mál fyri, hvussu heimurin skuldi síggja út í 2015. Bæði við at skerja tað ringasta fátækradømið við einum helmingi, at geva øllum børnum skúlagongd, tryggja øllum fólkum grundleggjandi rættindi, bremsa deyðiligum sjúkum og mangt annað. Á enskum var heitið fyri hetta málið nevnt “Millenium Development Goals.”

Í byrjanini var mistrúgvin um málini rættiliga víðfevnd, men avtalan gjørdist tó ein varði á vegnum til at gera enda á altjóða fátækradømi. Tað eydnaðist tó ikki at uppfylla øll hesi málini, hóast stóra framgongd á flestu økjum.

Fátækradømið nógv fallið
Síðani 1990 er parturin av heimsins íbúgvum, sum liva í størsta fátækradømi, fallin við 68 prosentum. Eins nógvar gentur og dreingir sleppa nú í barnaskúla, talið av nýggjum hivsmittaðum er fallið við 40 prosentum síðani ár 2000, og í sama tíðarskeiði er talið av deyðum orsakað av malaria fallið við 58 prosentum. Eisini viðvíkjandi málum, sum tað ikki er eydnast at fullføra, hava tað verið stór framstig.

Har sum 2015-málini í høvuðsheitum snúðu seg um menningarlondini, merkja tey nýggju heimsmálini, at øll heimsins lond skulu átaka sær eina felags ábyrgd og fyrireika seg upp á at framleiða og forbrúka burðardygt, og annars sum heild at leggja seg eftir at hava eina burðardygga atferð.

Eins og tey fyrru málini fara nýggju heimsmálini at hava týdning fyri milliardir av menniskjum. Hesaferð skulu trupulleikarnir við hungri, fátækradømi og sjúku ikki bara minkast, men í stóran mun heilt loysast.

Tørvur á nýggjum loysnum
Eitt er at semjast um stór stevnumið, eitt annað er at føra tey út í lívið. Fyrsta stig á vegnum at kunna heimsins íbúgvar um málini. Tí er málið at gera heimsmálini kend fyri so nógvum fólkum sum gjørligt.

Jú fleiri, ið fáa kunnleika til málini, jú fleiri eru við til at tryggja, at politisku leiðararnir seta sær sum mál at skapa úrslit. Og jú fleiri, sum varnast nýggja stavnhaldið og tey stóru framstigni, sum heimurin hevur nátt, jú fleiri kunnu gera sítt til, at vit í felag røkka hesum málum.

At náa heimsmálini ber einans til, um tað verður samstarvað frá ovast til niðast, tí hetta krevur heilt nýggjar loysnir, ovurhonds stórar íløgur og samstarv tvørtur um nógv ymisk økir og landamørk.

----

Nógv heitir fyri heimsmálini

Tá tú reikar á netinum eftir kunning um heimsmálini, daga tað skjótt nógvonnur heitir fyri heimsmálini upp. Oftani verða tey nevnd “Heimsmálini fyri burðardyggamenning.” Almenna heitið á enskum er “Transforming our World: The 2030 Agenda for Sustainable Development.”

Somuleiðis verða tey á enskum rópt fyri “Sustainable Development Goals” – sum oftani verður stytt til SDGs. Á enskum hava málini eisini fingiðeitt annað heiti, sum er lættari at samskifta um, nevniliga “Global Goals.”


Keldur til greinar um heimsmálini:
ST (Sameindu Tjóðir), Heimsmálini hjá ST, Verdens Bedste Nyheder, Ársfrágreiðing hjá SEV, tinganes.fo, ft.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

8
Leygardagur 15. mai 2021

Ferð má fáast á grøna orkuskiftið

Minitema - heimsmálini: Vit eiga at fara væl um okkara tilfeingi og stremba eftir búskaparvøkstri, sum byggir á burðardygga grund. Tí tekur landsstýrið undir við Heimsmálunum fyri burðardyggari menning. Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og vísir á, at eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum er at fáa ferð á grøna orkuskiftið

Bárður á Steig, løgmaður, her saman við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á almennari vitjan hjá Sev í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Upp á spurningin um, hvat landsstýrið ger fyri at røkka heimsmálunum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at samgonguskjalið inniheldur nógv mál, sum eru í góðum samsvari við Heimsmálini. Til dømis grøna orkuskiftið, sum er eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum.

Løgmaður vísir á eitt av málunum í samgonguskjalinum, sum er nýstovnaða Vakstrarforum, ið hevði sín fyrsta fund 12. februar í ár, og sum arbeiðir við burðardyggum vinnuvøkstri. Løgmaður er sjálvur formaður í Vakstrarforum, har burðardygd og heimsmálini eru natúrligir partar av tí arbeiðinum.

Í Vakstrarforum verður arbeitt við at eyðmerkja og vísa á møguleikarnar fyri størri virðisøking í siðbundnu vinnunum eins og at kanna alternativar framtíðarvinnur í Føroyum, sum byggja á burðardygga grund. Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir burðardygga virðisøking í siðbundnu vinnunum og øðrum framtíðarvinnum í Føroyum. Júst nú er arbeiðir ein havbólkur við vinnumøgleikum úr tí, sum hevur við havið at gera.

Løgmaður sigur, at í arbeiðinum í Vakstrarforum er komið greitt fram, at vinnufyritøkur síggja burðardygd og Heimsmálini sum natúrligan part av vinnu- og samfelagsvirkseminum. Sambært Bárði á Steig Neilsen arbeiðir landsstýrið málrættað og ítøkiliga fyri at røkka stóra málinum um at skipa varandi orku á landi í 2030.

- Í Føroyum eru nógv átøk og virksemi, sum virka fyri Heimsmálunum. Føroyar eru ein matkovi. Vit flyta út í heim risastórar nøgdir av heilsugóðum mati. Heimurin vil keypa tað ríka og stóra mattilfeingi, sum vit eiga. Við hesum tilfeingi eru Føroyar við til at tryggja góða heilsu og vælferð fyri milliónir av menniskjum kring heimin, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Skipa fyrilestar á embætisstigi
Spurdur um, hvussu landsstýrið dagliga arbeiðir við heimsmálunum, vísir løgmaður á, at embætisfólk frá Løgmansskrivstovuni javnan hava fyrilestrar og kunning um Heimsmálini í ymsasaðni í landinum.

Løgmaður samskipar og leiðir arbeiðið í landsstýrinum og situr fyri lógarmálum. Hinvegn er tað hvørt einstakt landsstýrisfólk, sum hevur ábyrgd at fyrisita egin mál og arbeiða fram ímóti teimum málum, sum eru er ásett í samgonguskjalinum. Í hesum stendur millum annað, at samgongan vil seta í verk átøk, sum minka um útlát og dálking. Eisini vil samgongan virka fyri at verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvi.

Í norðurlendska samstarvinum fylla heimsmálini og burðardygg menning eisini nógv. Málið er, at Norðurlond í 2030 skulu vera heimsins burðardyggasta og mest samansjóðaða øki í heiminum. Landsstýrið er virkin partur av hesum norðurlendska samstarvinum.

[object Object]

Vinnan tikið heimsmálini til sín
Tað er ein embætismannabólkur, sum alment hevur heimsmálini sum virkisøki. Bólkurin hevur gjørt yvirlit yvir, hvørji stjórnarráð varða av teimum 169 ymsu undirmálunum.

Á fyrisitingarstigi er javnan samband við áhugapartar í samfelagnum. Nevnast kann, at leiðslan fyri netverkið Burðardygt Vinnulív hevur kunnað embætismannabólkin, sum arbeiðir við Heimsmálunum, um arbeiðið og ætlanirnar hjá netverkinum. Hetta netverkið, sum varð stovnað fyrst í árinum, verður umrøtt aðrastaðni í hesum minitema um heimsmálini.

- Vit eiga øll at gera okkara í strembanini eftir at skapa burðardygga vælferð fyri øll, bæði her heima og úti í heimi. Tað gleðiliga er, at vinnan hevur tikið til sín heimsmálini og týdningin av at síggja burðardygd sum ein sjálvsagdan part av vinnuvirkseminum. Eisini eru nógvar fyritøkur, sum stuðla samfelagsgagnligum virksemi. Til dømis frítíðarvirksemi, ruddingarátøkum og øðrum, sigur
Bárður á Steig Nielsen.

Í 2016 boðaði landsstýrið donsku stjórnini frá, at Føroyar tekur undir við París-avtaluni. Sostatt hava Føroyar bundið seg altjóða, tá ræður um heimsmálini.



Fakta

Til tess at bøta um kunningina millum føroyingar um heimsmálini, er bóklingur við
høvuðsmálunum og teimum 169 undirmálunum týddur til føroyskt. Faldarin kann takast niður á hesum leinki: Heimsmálini fyri burðardyggari menning

Á leinkinum niðanfyri kann lesast nærri um veðurlagspolitikkin, sum landsstýrismaðurin á økinum arbeiðir við: Veðurlagspolitikkur Føroya 2020-2030



Hagstovan arbeiðir við at gera hagtalsgreining av støðuni í Føroyum við atliti at Heimsmálunum, har hagfrøðiskipan hjá ST – SDG Indicators – verður brúkt.

Spurdur um, hvussu ætlanin hjá Føroyum sær út fyri handfaring av heimsmálunum tey komandi fýra-fimm árini og síðani víðari fram til 2030, svarar løgmaður.

- Sum áður nevnt, er málið hjá landsstýrinum, at Føroyar skulu hava burðardygga varandi orku á landi í 2030. Í hesum sambandi er vert at nevna mvg-frítøku av hitapumpum og elbilum, sum stuðlar undir arbeiðið við heimsmálunum. Arbeiðið í Vakstrarforum hevur fokus á burðradyggan virðisvøkstur, eitt nú tá ræður tilfeingið í havinum.

Talið av vindmyllum má økjast nógv
Upp á spurningin um, hvat liggur á borðinum beint nú, sum til dømis skal loysast í ár ella næsta ár, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

- Eitt stórt mál hjá landsstýrinum er hetta at fáa ferð á grøna orkuskiftið. Nógv fleiri vindmyllur skulu setast upp, tí vindorka verður høvuðsparturin í kósini móti varandi orku á landi í 2030.

Sambært løgmanni skal eitt áhaldandi arbeiði til at flyta orkunýtsluna til el – tann sonevnda elektrifiseringin – har høvuðsfortreytin er størri framleiðsla av grønari orku. Somuleiðis verður arbeitt við fleiri alternativum loysnum bæði innan sjóvarfallsorku, havvindmylluorku og innan goymslu av orku, ið snýr seg um betri battarískipanir, pumpuverkætlan og annað í tí sambandi.

Spurdur um, hvørt føroyingar av álvara vaknaðir, tá ræður um heimsmálini, svarar løgmaður, at fleiri og fleiri síggja týdningin av, at vit hava umsorgan fyri okkara tilfeingi í breiðum týdningi. Eisini fyri komandi ættarliðum.

- Vit síggja hetta sum neyðugt í okkara framtíðar vinnu, sum veitari av matvørum kring allan heim. Føroyar hava tað, sum allur heimurin spyr eftir, nevniliga mattilfeingi. Burðardygd hevur í øldir verið partur av føroyskari mentan, og at tað er vaksandi áhugi í øllum samfelagnum, har alsamt fleiri hava tikið heimsmálini og burðardygd til sín, sigur Bárður á Steig Nielen.

Løgmaður vísir á, at við at hava eitt Umhvørvis- og vinnumálaráð, ber hetta boð um, at umhvørvið fær høga raðfesting.


Fakta

Í samgonguskjalinum frá 2019 stendur millum annað um orkumál og umhvørvi:

  • Samgongan fer at reka ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv.
  • Veðurlagsbroytingar fylla nógv í almanna kjakinum um allan heimin. Samgongan vil seta í verk átøk, sum minka um útlát og dálking.
  • Samgongan vil virka fyri at verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvið.
  • Grøna tilgongdin skal skipast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Hetta skal samskipast í einari orkuráðgevandi nevnd, har hesir tríggir partar koma við sínum tilmælum um, hvussu vit fáa einar grønari Føroyar.
  • Fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar og vinna samstarva.
  • Vit skulu gera grønar orkuloysnir bíligari fyri brúkaran og seta í verk skipanir og lóggávu, ið minka um til dømis dálking og matoysl.
  • Pantskipan og endurnýtsla skal raðfestast.
  • Dálking frá serliga plasti skal loysast við fyribyrgjandi tiltøkum.
  • Trupulleikin við ljóð- og luftdálking frá skipum skal loysast, og skal tað gerast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Landið skal seta í verk reglugerð, ið tálmar hesari dálking.
  • Umhvørvislógin og náttúruverndar- og margfeldislógin skulu endurskoðast við serligum atliti at ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur.
  • Nýggj kemikaliulóg skal setast í verk. Lóggávan skal lagast til føroysk viðurskifti.
  • Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku.
  • Almennir bygningar skulu í mest møguligan mun hava grønar orkuloysnir.
  • Nærum helmingurin av føroyska útlátinum kemur frá skipum. Týdningarmikið er tí, at flotin verður endurnýggjaður, so vit fáa nýggj skip, ið dálka munandi minni enn tey eldru.
  • Vitan innan nýggjar orkukeldur í Føroyum verður raðfest, eitt nú kanning og skráseting av flógvum keldum í Føroyum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

9
Leygardagur 15. mai 2021

SEV tekur heimsmálini í størsta álvara

Mini-tema - Heimsmálini: Síðani 2008 hevur SEV miðvíst arbeitt við umhvørvisvernd og setti tá millum annað á stovn eina deild fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Heimsmálini, sum vóru samtykt í ST í 2015, eru eitt amboð til at arbeiða enn miðvísari og at taka heildina við, staðfestir orkufelagið, sum sigur seg taka heimsmálini í størsta álvara

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Endamálið við heimsmálunum hjá ST, sum felagsskapurin av heimsins londum samtykti í 2015, er at fáa allar heimsins tjóðir at seta sær mál um burðardygga menning tey komandi árini fram ímóti 2030.

Hvørt av teimum 17 málunum hevur undirmál, sum koma nærri inn á, hvørji tiltøk verða mett neyðug fyri at røkka málunum.

Heimsmálini og umhvørvisatlit eru serliga viðkomandi og samstundis ein serlig avbjóðing og ábyrgd hjá orkufyritøkum kring heimin.

Í 2014 settu nevnd og leiðsla í SEV sær tað mál, at øll elframleiðsla á landi skal vera 100 prosent burðardygg í 2030. Sostatt hevur SEV síðani 2014 arbeitt miðvíst og tilvitað eftir málsetningi í tráð við heimsmál 7 og 13, sum snúgva seg um ávikavist burðardygga orku og veðurlagsátøk.

Kjarnuuppgávan hjá SEV er at veita øllum føroyingum streym. Orkufelagið skal halda veitingartrygdina og veitingarskylduna við høgari elgóðsku og støðugari streymveiting út í hvønn krók í samfelagnum alt samdøgrið og yvir alt árið.

SEV staðfestir, at miðvísa menningar- og granskingararbeiðið, sum orkufelagið hevur verið partur av seinastu árini, er somuleiðis í tráð við heimsmálini. Talan er um granskingarverkætlanir um nýggjar burðardyggar loysnir og um samstarv við útlendskar veitarar og granskarar um royndarverkætlanir, sum við tíðini kunnu gagna elskipanum í øðrum oyggjasamfeløgum og úti í heimi.

Grønt orkuskifti avgerandi týdning
Sambært SEV, hevur felagið eisini átikið sær ein týðandi leiklut í strembanini eftir at fáa gongd á tað sonevnda grøna orkuskiftið, sum mett verður neyðugt, um skulu Føroyar flyta seg longri og skjótari yvir á burðardyggar loysnir innan flutning og bústaða- og bygningsupphiting. Hetta við eitt nú at seta upp almennar løðistøðir kring landið til elbilar við ókeypis løðing í eini royndartíð. Afturat hesum at læna elbilaeigarum heimaløðistøðir og í samstarvi við myndugleikarnar lata bíligari streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum.

Við tí ábyrgd, sum eitt orkufelag hevur, og ásannandi, at øll smá tiltøk og allir broyttir vanar í dagliga virkseminum, sum hava størri fyrilit fyri burðardygd og umhvørvisvernd, gera mun, er avgerð tikin um at arbeiða meira skipað við heimsmálunum, skrivar SEV í ársfrágreiðing síni fyri 2019.

Hetta merkir, at ikki bara elframleiðslan skal verða burðardygg, men at tey í SEV í enn størri mun skulu hugsa burðardyggar loysnir og avgerðir inn í alt tað dagliga virksemið hjá felagnum.

Starvsfólk hjá SEV hava verið á skeiði í verkseting av heimsmálunum, og ein bólkur varð í 2019 settur til at arbeiða við hesum málsetningi. Bólkurin hevur fingið til uppgávu at koma við tilmælum um, hvussu heimsmálini kunnu gerast ein enn meira ítøkiligur og natúrligur partur av gerandisdegnum í allari fyritøkuni, stendur í áðurnevndu ársfrágreiðing hjá orkufelagnum.

Fakta
Í fyrsta lagi vóru tað tvey heimsmál, sum orkufelagið SEV hevur sett sær fyri at gera nakað við.

Talan eru um heimsmálini 7 og 13 og undirmálini fyri hesi bæði. Seinni hevur SEV sett onnur heimsmál á skrá.

Fimm av undirmálunum undir heimsmáli 7, sum SEV hevur tikið til sín, hava hesar ásetingar:

  • Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa álítandi og tíðarhóskandi orkutænastur fyri ein rímiligan kostnað.
  • Fyri 2030 skal parturin av varandi orku í alheimsliga orkublandinum økjast, so tað munar.
  • Fyri 2030 verður ferðin á ábótum í orkueffektiviteti um allan heim tvífaldað.
  • Fyri 2030 skal altjóða samstarvið økjast fyri at lætta um atgongdina til gransking í reinari orku og tøkni. Eisini varandi orku, orkueffektiviteti og framkomnari og reinari fossil-brennievnistøkni, eins og at virka fyri íløgum í orkuundirstøðukervi og reina orkutøknifrøði.
  • Fyri 2030 skal undirstøðukervið víðkast og tøknin verða dagførd fyri at útvega tíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur í øllum menningarlondum. Serstakliga í teimum minst mentu londunum, smáoyggjamenningarlondum og menningarlondum, sum ikki sleppa til sjógv, í samsvari við teirra ymisku stuðulsskráir.

Tey fimm undirmálini undir heimáli 13, sum SEV vil gera nakað við, eru hesi:

  • Styrkja mótstøðumegina og evnini at laga seg eftir váðum, sum elvdir eru av veðurlags- og náttúruvanlukkum í øllum londum.
  • Flætta tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar inn í landspolitikk, virkisskráir og virkisætlanir.
  • Bøta um undirvísing, kunnleika og førleika hjá fólki og stovnum at mótvirka, laga seg eftir og avmarka skaða av veðurlagsbroytingum, og í góðari tíð at ávara um verðulagsbroytingar.
  • Seta í verk tað, sum ídnaðarlond hava bundið seg til at fremja við ST-rammusáttmálanum um veðurlagsbroyting. Hesin hevur sum mál í felag at útvega 100 milliardir dollarar árliga fyri 2020 frá øllum keldum fyri at nøkta tann tørv, menningarlondini hava. Hetta saman við týðandi atgerðum og gjøgnumskygni við at seta í verk og til fulnar fáa Grøna veðurlagsgrunnin at virka við fíggjargrundarlagi hjá grunninum sum skjótast.
  • Menna mekanismur, sum bøta um førleikan at skipa fyri virkisførum ætlanum og umsitingum, ið hava samband við veðurlagsbroytingar í teimum minst mentu londunum og smáoyggjum í menning. Eisini við serligum denti á kvinnur, ungfólk og staðheft og lítilsgjørd samfeløg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

10
Leygardagur 15. mai 2021

Burðardygt vinnulív sett á stovn

Mini-tema - Heimsmálini: 11 føroyskar fyritøkur skrivaðu í januar í ár undir avtalu um at arbeiða saman í trý ár við átakinum Burðardygt Vinnulív. Royndarverkætlanin, ið verður samskipað í Vinnuhúsinum, hevur sum aðalmál at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku vinnuni og stuðla upp undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning. Eitt nú veðurlagsátakið

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
SkrivaÐ:

Kári Mikkelsen, Punktum.fo

Seinni í ár fara luttakandi fyritøkurnar at leggja fram eina felags ætlan, sum leggur dent á avbjóðingarnar og møguleikarnar hjá vinnulívinum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at hetta er ein sera spennandi verkætlan, og nógvir nýggir møguleikar liggja fyri framman.

- Hóast vit eru ein bólkur av ymiskum fyritøkum, so hava vit nakrar felags avbjóðingar, og vit eru samd um at arbeiða saman um hesar avbjóðingar. Okkara vón er, at átakið fer at skapa nakrar týðandi samstarvsmøguleikar okkara millum, sum fer at seta ferð á menningina at røkka hesum málum, sigur stjórin í Bakkafrosti.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at tað er spennandi hjá teimum at fylgja menningini av hesum átakinum.

- Føroyskar fyritøkur eiga at hugsa um sosialu, umhvørvisligu og fíggjarligu umstøðurnar, sum tær virka í, og sum áhaldandi broytast. Hetta átakið kann slóða fyri, at fyritøkurnar verða ílatnar til framtíðina, sigur hon.

Tær 11 stovnandi fyritøkurnar eru Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

(Kelda: Ft.fo) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

11
Leygardagur 15. mai 2021

Fakta um heimsmálini

Tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða, ST, fyri burðardyggari menning fram til 2030 eru hesi:

 
SkrivaÐ:

-

1. Gera enda á fátækadømi í øllum tess líki allastaðni.

2. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði.

3. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri.

4. Tryggja øllum inkluderandi og rættvísa og dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.

5. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og máttmenna allar kvinnur og gentur.

6. Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt.

7. Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til.

8. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og úrtøkugóðum virksemi og sømiligum arbeiði til øll.

9. Byggja sterk undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan.

10. Minka ójavna í londum og ímillum lond.

11. Gera býir og búsetingar inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.

12. Tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur.

13. Sum skjótast seta í verk bráðneyðug átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum..

14. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

15. Verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.

16. Virka fyri friðsomum og inkluderandi samfeløgum fyri burðardyggari menning. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja munagóðar, ábyrgdar- og inkluderandi stovnar á øllum stigum.

17. Styrkja amboðini at verkseta og stimbra heimsfevnandi partalagið fyri burðardyggari menning.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2021

12 Leygardagur 15. mai 2021

Linka sóttarhalds-tilmæli - framvegis kunnu bert 500 savnast

Um ein er koppsettur ella hevur havt koronu er ikki neyðugt við sóttarhaldi eftir komu. Tað verður eisini linari hjá øllum hinum. Annars varð so at siga eingin broyting fráboðað á koronutíðindafundinum - óvissa er framvegis viðvíkjandi stóru tiltøkunum í summar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin var tíðindafundur í Kringvarpinum um broytt koronu-tilmæli. 

Av onkrari orsøk valdi løgmaður at byrja við at sammeta støðuna í Sandoyartunnlinum fríggjadagin, har tveir persónar vóru inni í eldinum í tunnlinum, við at tríggir koronutilburðir vórðu staðfestir ein dag í farnu viku. Bárður á Steig Nielsen segði, at "í báðum førum var talan um hóttanir, ið tíbetur ikki vórðu til meira enn hóttanir".

Síðani staðfesti løgmaður, at koronustøðan í Føroyum er góð, at nógv eru koppsett, og tí ber nú til at tillaga tilmæli um sóttarhald. Fyri tey, ið hava havt korunu ella eru liðugt koppsett, merkir tað, at tað ikki er neyðugt at hugsa um heimauppihald í fýra dagar eftir komu. Fyri hini merkir tað, at tað verður linari - nú verður bert tilmælt, at tey ikki fara í stórar bólkar, so sum í føðingardag ella til ítróttartiltak, fyrrenn eftir negativa kanning á 4. degi.

Hetta merkir millum annað, at føroyingar ið koma heim og ferðafólk, kunnu fara á matstovu og annað heilt stutt eftir komu. Hetta er millum annað fyri at hjálpa ferða- og tænastuvinnuni, og ein ásannan av at støðan er so, at tað ber næstan til at hava eitt vanligt samfelag koyrandi

Óvist summar - framvegis bert 500 sum kunnu savnast
Nú nærkast tíðin við tónleikafestivalum og øðrum stórum tiltøkum, men myndugleikarnir staðfestu, at komandi vikurnar ber ikki til at siga, um slíkt kann haldast eftir tilmæli. Hildið verður aftur, tí at mett verður, at støðan ikki er nóg trygg, og at slík tiltøk eru tey, sum sambært heilsutilráðingunum hava størst vanda fyri smittuspjaðing.

- Tá vit nærkast 1. juli ber vónandi til at lata upp fyri at fleiri fólk kunnu savnast, og at vit kunnu staðfesta, at vit kunnu hava eitt næstan vanligt summar, segði løgmaður

Ein festivalur verður seinni í mánaðinum í Hovi, ið fyrireikarnir onga ætlan hava um at flyta, og Contry-festivalurin verður um beint undir ein mánaða í Sørvági.

Bárður á Steig Nielsen segði, at talið framvegis er 500 - tó skal hædd takast um tað er innandura ella uttandura at eitt tiltak er, og hvussu stórt økið er. Løgmaður, fútin og Bjarni á Steig mintu á, at hóttainin ikki er burtur, at tað var umráðandi "at halda fast", og at støðan aðrastaðni í heiminum vísur á, at korona framvegis hevur stóra ávirkan. Um smittutølini vaksa aftur, verður hálað meira í land, og tilmæli verða løgd afturat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

13 Leygardagur 15. mai 2021

Tey ungu sleppa skjótari framat til koppseting

Hetta kom fram á tíðindafundinum í gjár. Ein orsøk er, at nógv ung verða smittað við koronu. 13.000 skamtir koma væntandi komandi dagarnar

Bjarni á Steig segði millum annað, at fyri einum ári síðani, var ikki hugsningur um, at koppsetingin kundi nýtast í stríðnum móti koronu so skjótt. Eisini vísti hann á, at atburðurin hjá teimum ungu hevur gjørt jaligan mun í koronastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á koronutíðindafundinum í Kringvarpinum í gjár staðfesti løgmaður, at koronugongdin í Føroyum er góð - serliga tí at man skjótt hevur bart smittuna niður, tá hon hevur rakt, og tí at so nógv eru koppsett nú.

Fyrr í vikuni varð staðfest, at beint undir ein triðingur av íbúgvunum í Føroyum hevði fingið fyrru koppsetingina, og nú segði løgmaður, at 13.000 skamtir koma væntandi komandi dagarnar.

Í mun til koppseting, eru tað í løtuni øll sum eru 45 ár og eldri, ið hava møguleikan at verða koppsett fyri koronu í Føroyum. Men skjótt sleppa yngri framat. Boðað varð frá, at "tey ungu" sleppa longur fram í bíðirøðini - tey verða koppsett samstundis sum eldri aldursbólkar. 

Júst hvør aldursbólkur talan er um, nær tey sleppa framat, og hvør so "fer afturum" varð ikki gjørt greitt. Viðvíkjandi orsøkini til avgerðina varð sagt, at tað vísir seg, at tað sæst kring heimin at nógv ung fólk - ofta í aldrinum til 20-29 - eru tey sum oftast verða smittað við koronu, og at hjá summum er talan um álvarsligar tilburðir. Eisini vístu Bárður á Steig Nielsen og Bjarni á Steig á, at tey ungu hava mist sera nógv tað seinasta árið, og tey hava uppiborið eina fríari tilveru.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

14 Leygardagur 15. mai 2021

- Vistu ikki at vit vóru í lívsvanda

Øll tilbúgvingin var sett í verk, men Turið Hátún Madsen, sum saman við einum starvsfelaga á Jarðfeingi, var inni í tunlinum tá eldur kyknaði í einum ljósmotori, visti av ongum

(Mynd: Rodmund á Kelduni / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Meðan allar Føroyar hildu ondini og vónaðu tað besta fyri tey bæði fólkini, sum vóru inni í Sandoyartunlinum, tá tað fríggjamorgunin kom eldur í ein ljósmotor, vistu hesi fólkini ikki av nøkrum.

Tey vistu satt at siga ikki, at tey vóru í lívsvanda.

Turið Hátún Madsen var ein av teimum báðum persónunum. Hon greiddi í útvarpinum frá, hvussu hon og starvsfelagin á Jarðfeingi, Barbara B. Hansen, upplivdu hendingina.

- Vit plaga at fara inn í tunnilin umleið triðja hvønn mánað og hyggja eftir jarðfrøðini. Hetta var ein reglulig vitjan.

- Vit vistu faktiskt av ongum. Vit gjørdu okkara arbeiði, og høvdu tað gott. Ikki fyrr enn at vit vóru liðug við arbeiðið hjá okkkum og vit byrjaðu at ganga út kom roykur á okkum. Tað var eitt sindur óbehagiligt tá.

- Ein bilur kom koyrandi ímóti okkum, og eg velji at tumla, tí eg vil gjarna út. Men tað vísti seg, at hetta var ein sløkkiliðsbilur, sum var komin eftir okkum.

- Har sótu roykkavarar í fullari “mundering”, og vit fingu masku á høvdið. Tá vit koma út úr tunlinum stóðu 50 fólk uttanfyri. Stjórin hjá mær, og stjórin í Eysturoyartunlinum. Ikki fyrr enn tá funnu vit útav tí, at vit kundu havt verið í lívsvanda.

Turið og starvsfelagin vórðu flogin á sjúkrahúsið, har tey eru kannað. Vit hava tað gott, men skulu ansa eftir næstu dagarnar, um okkurt er.

- Vit hava slett ikki vitað av øllum uppstandilsinum ella eldinum. Vit hava bara verið í tunlinum og gjørt okkara arbeiði, segði Turið Hátún Madsen við útvarpið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

15 Leygardagur 15. mai 2021

Nýggir litir í tunnlarnar

Mikukvøldið var hugnaløta í Vágatunnlinum í sambandi við, at umvælingararbeiðið er liðugt

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikukvøldið var ein hugnaløta í botninum í Vágatunnlinum í sambandi við, at arbeiðið at umvæla Vágatunnilin og Norðoyatunnilin er liðugt.

Brandur Patursson greiddi frá listaverkinum við ljósum, sum varð tendrað á botninum í tunlinum, og tónleikainnslag var við Benjamin Petersen, við sangi hann hevði yrkt, saman við Petur Pólson.

Articon hevur staðið fyri stoyping av kantsteini og føringskanti, LM-electric hevur staðið fyri at montera markeringsljós og kunstljós. HJ-Asfalt og Kreton hava gjørt asfaltsarbeiðið.

Ráðgevandi fyritøkurnar hava verið HMP-consult og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar. Ansni hevur eisini havt vaktarhald og leitt ferðsluna, tá steðgur hevur verið í arbeiðnum. Vegna tunnilsfeløgini hevur Birgir Johannesen havt ábyrgdina.

Sera gott samstarv hevur eisini verið við SEV, sum hevur ført háspenningskaðlar gjøgnum báðar tunlarnar, skrivar Tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.

Arbeiðið seinastu mánaðirnar hevur verið gjørt um næturnar fyri ikki at órógva dagligu ferðsluna ov nógv. 

– Øll arbeiðini eru gjørd til tíðina. Tað er takkað verið dugnaligu arbeiðsfólkunum sum hava møtt hvørja nátt frá kl. 22.00 til 06.00. Stórur dentur er lagdur á trygdina (HTU - Heilsu, Trygd, Umhvørvið). Skipað er fyri trygdarskeiði áðrenn arbeiðið fór ígongd, og tað er at fegnast um, at eingin skaði hevur verið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2021

16 Leygardagur 15. mai 2021

Ternan flotað aftur

Skal royndarsiglast áðrenn hon verður sett í Nólsoyarsigling

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinnapartin mánadagin var strandfaraskipið Ternan langt um leingi flotað aftur eftir eina langa umvæling á Klaksvíkar Sleipistøð.

Tað er nú meira enn hálvt ár síðan, at Ternan varð tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð til 40 ára klassingar.

Men tað vísti seg, at umvælingarnar gjørdust meira umfatandi enn fyrst ætlað. So hvørt sum arbeiðið leið, gjørdist greitt, at meira skuldi gerast við skipið fyri at tað framhaldandi kann brúkast til ferðafólkaflutning.

Stórur partur av stálinum í skrokkinum er skiftur út, og eisini fleiri av skipanunum umborð.

Tí skal Ternan nú royndarsiglast áðrenn hon kann setast innaftur í rutusigling til Nólsoyar, og sum avloysari á øðrum leiðum, eitt nú millum Gomlurætt og Skopun. Eftir ætlan byrjar hon siglingina til Nólsoyar aftur nú um vikuskiftið.

[object Object]
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

17 Leygardagur 15. mai 2021

Ternan skal byrja at røkja leiðina um Skopunarfjørð beint eftir hvítusunnu

Tað er í samband við, at Teistin fer til klassing. Hetta merkir, at Ternan bert røkir siglingina um Nólsoyarfjørð í áleið eina viku á hesum sinni

Ternan hevur verið í Klaksvík til klassing í yvir eitt hálvt ár. Um royndarsiglingin gongur væl, fer skipið at sigla aftur um Nólsoyarfjørð - í nakrar dagar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni var Ternan flotað aftur. Hetta var fyri fyrstu ferð í meira enn eitt hálvt ár. Í oktober 2020 varð strandfarskipið tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð til 40 ára klassingar. Nú skal Ternan royndarsiglast, áðrenn hon eftir ætlan byrjar siglingina til Nólsoyar aftur um vikuskiftið.

Tað verður tó ikki leingi, at nólsoyingar og onnur kunnu sigla við Ternuni um Nólsoyarfjørð. Teistin skal til klassing í næstum, og Ternan skal avloysa um Skopunarfjørð. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur við Kringvarpið, at gongst sum ætlað, fer Ternan at sigla Sandoyarleiðina beint eftir hvítusunnu. 

Hetta er um tvær vikur. Tá verður Erla Kongsdóttir aftur sett í sigling um Nólsoyarfjørð.

Sam, ið siglur um Kalsoyarfjørð, skal eisini til klassingar í ár. Hetta verður eftir, at Teistin er liðugut. Tað hevur verið ætlanin, at Ternan eisini skal avloysa um Kalsoyarfjørð, men nú er hendan ætlanin broytt nakað:

- Vit vænta, at Erla Kongsdóttir fer at sigla fyri Sam, og at Ternan kanska fer at sigla tveir dagar um vikuna við farmi á Kalsoyarleiðini - alt eftir, hvussu nógv tung ferðsla er, sigur Jóhan Petur Abrahamsen við Kringvarpið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

18 Leygardagur 15. mai 2021

Fimm avgustar í Tangafirði

Ein av hvalunum rendi á seglbátin hjá Jens Mortan Rasmussen, sum var og hugdi eftir hvalunum

Mynd: Sonni í Króki Rasmussen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm stórir hvalir hugnaðu sær Krists himmalsferðardag í Tangafirði. Talan var avgustar, og teir vóru umleið 15 metrar langir.

Jens Mortan Rassmussen og sonurin Sonni í Króki Rasmussen vóru framvið við báti seinnapartin hósdagin. Eina løtu gjørdist tað kanska heldur spennandi, tí meðan teir lógu stillir vendi ein hvalur í móti bátinum og rendi á hann.

- Alt skalv, men eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Jens Mortan Rasmussen um hendingina.

Jens Mortan Rasmussen greiðir frá, at tað ikki er ofta, at slíkir hvalir koma inn á firðirnar. Seinast var í 2015, heldur hann.

Avgustar liva í umleið 70 ár. 

Myndir: Sonni í Króki Rasmussen

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2021

19 Leygardagur 15. mai 2021

Hagstovan: Nú eru 53.223 fólk í Føroyum

Nettotilflytingin er minkað nakað seinasta árið, meðan burðaravlopið heldur fram at vaksa

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. apríl í ár var fólkatalið í Føroyum 53.223. Talan er um ein vøkstur á 837 fólk ella 1,6 prosent í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan.

Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani 2013. Seinasta árið tykist nettoflytingin tó at vera minkað nakað, meðan burðaravlopið heldur fram at vaksa.

Gongdin seinastu árini hevur verið, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Seinasta árið er hendan gongdin tó broytt nakað. Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin ikki er minkað eins nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er sostatt nakað minni enn hon hevur verið.

Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, hevur verið javnt vaksandi seinastu árini. Hóast fólkatalið síðan 2014 er vaksið við umleið 5.000 fólkum, er miðal talið á deyðum um mánaðin ikki broytt, og liggur tað framvegis um 30 fólk. Talið á føddum børnum seinastu árini er tó vaksið munandi, og nú verða millum 55 og 60 børn fødd í miðal um mánaðin. Burðaravlopið gevur tí framvegis eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin, skrivar Hagstovan.

Gongdin í fólkatalinum er framvegis ymisk frá kommunu til kommunu. Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommunum, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna, ið standa fyri 79 prosent av vøkstrinum.

Lutfalsliga stórur fólkavøkstur er í Sands og Skopunar kommunu, har fólkatalið er vaksið við yvir fýra prosent í báðum kommunum, svarandi til ávikavist 21 og 23 fólk samanborið við somu tíð í fjør.

Fólkatalið í Suðuroynni heldur eisini fram at vaksa. Serliga sæst vøkstur í Tvøroyra og Vágs kommunu, har 59 fólk eru komin afturat síðani somu tíð í fjør.

Nakrar kommunur høvdu hinvegin afturgongd í fólkatalinum. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu, har talið minkaði við 15 persónum. Tað svarar til eina minking á 0,9 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

20 Leygardagur 15. mai 2021

Tá Hvalbiartunnilin læt upp

Sí myndirnar úr Hvalba

(Mynd: Rúni Thomsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klonnan 13 leygardagin koyrdu fyrstu bilarnir gjøgnum Hvalbiartunnilin, sum tá læt upp fyri almennari ferðslu.

Byrjað var við morgunmati í Roynhøllini í Hvalba um morgunin, og á middegi vóru røður og horntónleikur við tunnilsmunnan hvalbiarmegin.

Jørgen Niclasen klipti snórin, og Betta Eið, ið er 98 ára gomul og elsta kvinna í Hvalba, og Allon Næs, beiggi hennara, ið er 95 ára gamal og er elsti maður í bygdini, vóru tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin.

Síðani varð gingið og runnið gjøgnum tunnilin, og ellisakfør og motorsúkklur koyrdu til Tvøroyrar áðrenn tunnilin veruliga lat upp fyri almenninginum.

Sí myndir sum Rúni Thomsen tók

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

21 Leygardagur 15. mai 2021

Søkja nú eftir løgmansstjóra

Nýggi stjórin skal millum mangt annað hava politiskt tev uttan at vera partapolitiskur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsstýrið søkir nú eftir nýggjum løgmansstjóra, eftir at Marjun Hanusardóttir gevst vegna aldur 1. august.

Freistin at søkja starvið er 31. mai, og ætlanin er at avgerð verður tikin um setanina áðrenn juni mánaður er úti. Ein bólkur við trimum umboðum úr landsfyrisitingini og ein uttanhýsis ráðgevi stendur fyri setanartilgongdini.

Løgmansstjórin verður settur sum tænastufólk. Mánaðarlønin er góðar 74.000 krónur.

Umframt fakligar og persónligir eginleikar, sum kunu síggjast í sjálvari starvslýsingini  so skal komandi løgmansstjórin eisini hava aðrar eginleikar.

Løgmansskrivstovan hevur eisini lagt út ein starvs- og persónsprofil til starvið, og her kann m.a. lesast, at løgmansstórin skal hava “politiskt tev uttan at vera partapolitiskur og eina greiða fatan um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eiga at galda í eini politiskari fyrisiting”.

Aðrir eginleikar, ið leitað verður eftir er, at viðkomandi skal duga “væl at lesa støður, lurta eftir ábendingum og at taka avgerðir út frá hesum” og skal tola “væl mótgongd, serliga tá tvídráttir koma orsaka av málum, ið tú ert partur í”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

22 Leygardagur 15. mai 2021

Atlantsflog flýgur til sjey ferðamál í summar

Ferða- og sóttarhaldstilmælini eru linkað. Hetta fær Atlantsflog at seta flogfør inn á fleiri rutum. Umframt Keypmannahavn, Billund og Aalborg verður í summar eisini flogið til Keflavík, Edinburgh, Oslo og til Mallorka

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú summarið nærkast, og ferða- og sóttarhaldstilmælini eru linkað, hevur Atlantsflog gjørt tað lætt og smidligt at keypa ferðaseðilin til summarfrítíðina í og við, at allar ferðir til 30. september 2021 kunnu broytast uttan broytingargjald, umframt at tað er møguligt at biðja um ein tilgóðarseðil upp á fullu upphæddina á ferðaseðlinum. 

Flúgva til sjey ferðamál í summar
Sum nakað nýtt fer Atlantsflog at flúgva beinleiðis til norska høvuðsstaðin Oslo í summar. Flogið verður beinleiðis til Oslo hvønn mikudag frá 16. juni 2021.

Flogið verður eisini beinleiðis til Mallorka í tíðarskeiðnum 30. juni 2021 til 18. august 2021.

Sosatt ber til at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sjey ymisk ferðamál í summar: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Keflavík, Edinburgh, Oslo og Mallorka.

Sól um veturin frá november
Í vetur fáa føroyingar eisini aftur høvið at flúgva beinleiðis til sólina á Gran Canaria. Tíðarskeiðið flogið verður til Gran Canaria verður framskundað, soleiðis at tað verður gjørligt at flúgva beinleiðis til sól um veturin longu frá november mánaði í ár, tá ið veðrið í Gran Canaria er uppaftur betri enn í januar og februar. Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Gran Canaria frá 2. november 2021 til 4. januar 2022. Sum nakað nýtt er eisini æltanin at byrja at flúgva til Gran Canaria frá á páskum 2022 og út ímóti summarinum.

Ferðaseðlar til Mallorka, Gran Canaria og Oslo verða settir til sølu hósdagin 20. mai 2021. Til ber longu nú at keypa ferðaseðlar til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Keflavíkar og Edinburgh.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

23 Leygardagur 15. mai 2021

Nýggjur ovasti hjá hervaldinum

Tók við uppgávuni undanfarna hósdag

Dan B. Termansen og Michael Clausen Toft
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Michael Clausen Toft fingið leiðsluna av Forbindelseselement Færøerne

Michael Clausen Toft, oberstloytnantur, er nýggjur ovasti fyri deildini hjá danska hervaldinum í Føroyum, ið kallast Arktisk Kommandos Forbindelseselement Færøerne.

Hósdagin í undanfarnu viku beyð ovasti leiðarin í Arktisk Kommando, Dan B. Termansen, kommandørur, honum vælkomin á høvuðsskrivstovuni í gomlu telegrafstøðini í Havn.

Uppgávan hjá Michael Clausen Toft í Føroyum er at hava ábyrgdina av eftiransing, hevd av yvirræði, stuðul í bjargingararbeiði, fiskiveiðieftirlit og varðveiting av góðum viðurskiftum við lokalu myndugleikarnar. 

[object Object]Manningin á Arktisk Kommando í Havn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

24
Leygardagur 15. mai 2021

Bakkafrost: Gongur munandi betur í ár enn sama ársfjórðing í fjør

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2021 var 223,5 milliónir krónur. Tøkan av laksi var 14.000 tons í Føroyum og 7.000 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 48,3 milliónir krónur.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 407,7 milliónir krónur í mun til eitt hall á 148,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Hóast marknaðurin hevur verið nógv merktur av korona farsóttini, eru tekin um, at vend er við at koma í. Altjóða sølan av laksi øktist heili 16 prostnt í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hóast stórar nøgdir av laksi sostatt eru seldar á marknaðinum, hevur laksaprísurin ment seg munandi í ársfjórðinginum. Tørvurin eftir laksavørum í matvøruhandlum kring heimin er framhaldandi stórur, men nú er eftirspurningurin frá hotell- og matstovuvinnuni við at taka seg upp aftur. Vit vænta at henda gongdin fer at halda fram, so hvørt sum avbjóðingarnar av korona á okkara høvuðsmarknaðum væntandi fara at minka komandi tíðina. Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 góð. Nakað minni av laksi kemur á marknaðin restina av 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

[object Object]Regin Jacobsen

- Vit eru serstakliga væl nøgd við úrslitið hjá góðskingar geiranum, sum enn einaferð vísir smidligu virðisketu okkara. Smidleikin er ógvuliga týðandi fyri kappingarførið á alheims marknaðinum.

- Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í ársfjórðinginum og miðalstøddin á útsettu smoltunum økist alsamt. Í Skotlandi gongur eisini betur við alingini, og vit vænta at kunna hækka miðalvektina á smoltunum nakað í ár.

- Í hesum ársfjórðinginum hava vit havt nógv virksemi í framleiðsluni og eisini av mongu íløguverkætlanum okkara í Føroyum og í Skotlandi. Nógv avleitt virksemi er skapt av hesum, til gagns fyri samfelagið sum heild. Tilsamans hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 298 milliónir krónur í hesum ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen

4 milliónir smolt sett út 
Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.027 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.025 tons tikin í Føroyum í mun til 20.667 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.002 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.268 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 4,0 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir í sama ársfjórðingi í fjør. 2,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,6 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til 192,1 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 samanborið við 202,9 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkan var hægri meðan laksaprísirnir vóru lægri í fyrsta ársfjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 29,7 fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 11,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

215,9 milliónir í vinningsbýti
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2021 var 48,3 milliónir krónur samanborið við 40,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.938,8 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til 1,752,8 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.487 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 9. apríl 2021, varð viðtikið, at 3,65 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 215,9 milliónir krónur, ið vórðu goldnar partaeigarunum 30. apríl 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

25 Leygardagur 15. mai 2021

Jens Meinhard Rasmussen heldur fram sum stjóri á Smyril Line

Nevndin í Pf. Smyril Line hevur heitt á sitandi stjóra um at halda fram

Jens Meinhard Rasmussen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðsta fríggjadag var aðalfundur í Pf. Smyril Line. Í nevndina vóru valdir Arne Joensen, Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Jens Meinhard Rasmussen.

Nevndin skipaði seg við Tummas Justinussen sum formanni.

Nevndin hevur heitt á Jens Meinhard Rasmussen um at halda fram sum stjóri í felagnum, og Jens Meinhard hevur takkað fyri álitið.

- Eg eri glaður fyri álitið at standa á odda fyri Smyril Line og øllum dugnaligu starvsfólkunum, ið starvast her. Hetta er ein fyritøka, ið eg kenni væl. Eg havi verið í nevndini síðan 2008 og nevndarformaður síðan 2011, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line í tíðindaskrivi. 

Jens Meinhard Rasmussen er frammanundan stjóri í Skansi Offshore. Samtakið Skansi er høvuðspartaeigari í Smyril Line.

Jens Meinhard Rasmussen tók yvir sum stjóri í Smyril, tá Rúni V. Poulsen fyri mánað síðani legði frá sær sum stjóri í Smyril Line eftir ósemju við nevnd felagsins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

26
Leygardagur 15. mai 2021

Unga norðhavssildin komin vestureftir

Sær út til at sterki 2016-árgangurin er komin fyri seg 

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Nakað væl meira var skrásett av bæði sild og svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn seinastu árini. 

Eitt gott tekn fyri sildastovnin var, at nú var onnur hvør sild í føroyska kanningarøkinum fimm ára gomul, og tað vil siga, at sterki árgangurin frá 2016 nú er vorðin partur av vaksna stovninum, sum kemur vestureftir at leita sær føði um várið.

Eisini var nógvur ársgamal svartkjaftur í prøvunum – enn er tó ov tíðliga at meta um, hvussu sterkur tann árgangurin er.

Mesta sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, meðan lítið og onki var at síggja suður móti føroyska landgrunnin og á Íslandsrygginum. Svartkjaftur, hinvegin, var fingin upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og nakað eisini eystast í kanningarøkinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi um hálvan juni. 

Kelda: hav.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2021

27
Leygardagur 15. mai 2021

Navigare keypt skip úr Polandi

Hav Alda er nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare. Skipið skal sigla alifóður úr Føroyum niður til Skotlands

(Mynd: Øystein Berg)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í vikuni yvirtók reiðaríið Navigare, Hav Alda, fyrrverandi StórteBreker, í Szczecin, (Stettin) í Polandi.

Skipið er bygt í 2001, er 82,5 metrar langt og 12,6 metrar breitt.

Motorurin er ein 2400 hk. MAK.

Komandi mánaðin skal skipið dagførast og gerast til sjálvlossara á skipasmiðju í Polandi. Harafturat skal síðuskrúva setast í aftan.

Høvuðsuppgávan hjá skipinum verður at sigla alifóður úr Føroyum niður til Skotlands.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2021

28 Leygardagur 15. mai 2021

Havnin á Oyrareingjum steingir fyri allari umskipan

Avgerðin er tikin orsakað av mongu fráboðaunum um ótolandi larm og ampa frá skipum. Forboðið stendur við til kunngerðin hjá vinnumálaráðharranum um larm á havnaøkjum kring landið kemur í gildi

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, hevur i dag saman við meirilutanum í Tórshavnar býráð, avrátt at steingja havnina á Oyrareingjum fyri allari umskipan av fiski og aðrari frakt hjá russiskum og øðrum trolarum.

Avgerðin er tikin, eftir at íbúgvar á Signabø og Oyrareingjum hava gjørt vart við ótolandi larm og ampa frá skipum, ið liggja við bryggju, og at hetta gongur út yvir náttarfriðin og liviumstøðurnar í økinum.

Hesum boðaði Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivi seinnapartin fríggjadagin.

- Sum skilst, verður kunngerðin um larm frá skipum liðug um ein mánaða, og inntil hon er komin í gildi, sleppur einki skip at umskipa við bryggjuna á Oyrareingjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum, er í gongd við eina nýggja kunngerð um larm á havnaøkjum kring landið. Kunngerðin um larm á havnaøkjum skal áseta markvirði fyri, hvussu nógvan gang og annan ampa, skip sleppa at elva til, tá tey liggja við bryggju.

- Tá ið nýggja kunngerðin er komin í gildi, verður spurningurin um, hvat havnin á Oyrareingjum skal brúkast til, tikin uppaftur. Inntil kunngerðin er komin í gildi, verða tað bert farmaskip, ið sleppa at leggja at á Oyrareingjum í sambandi við lossing av pakningi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Málið um at steingja havnina á Oyrareingjum verður eisini lagt fyri býráðið á fyrstkomandi fundi, har býráðslimir fáa høvi at viðgera málið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

29
Leygardagur 15. mai 2021

Hitti maskinmann og uppfinnara

Tað er ein góð kensla at vera ein partur av einum uppfinnilsi í Føroyum, sum kann hjálpa øllum skipum í verðini við at dálka minni, sigur Johann Fagraklett, sum er ein av stovnarunum aftanfyri fyritøkuna Green IQ. Tummas T hevur nú fingið hesa útgerð

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Tá sjómanstrúboðarin í vikuni vitjaði umborð á Tummas T, hitti hann, millum aðrar, maskinmannin, Johan Fagraklett, sum arbeiddi við at seta ein oljureinsara upp frá Green IQ.

- Tað var í 2009, at vit byrjaðu at arbeiða við hesum oljulensara við separatori, sum nú er seldur umborð á gott 40 skip í ymiskum londum. Afturmeldingarnar eru sera góðar, so vit eru spentir at koma víðari út í heim við útgerðini. Harafturat er tað ein góð kensla at vera ein partur av einum uppfinnilsi í Føroyum, sum kann hjálpa øllum skipum í verðini við at dálka minni, sigur Johann Fagraklett, sum er ein av stovnarunum aftanfyri fyritøkuna Green IQ.

- “Skimmarin”, er eitt flot, ið verður sett niður í lensibrunnin í maskinrúminum, sum skal taka oljuna oman av vatninum í brunninum. Síðani verður oljan, saman við nakað av vatni pumpað upp í seperatorin, sum so skilir oljuna frá vatninum. Oljan og vatnið fara so í hvør sín tanga, sigur hann.

- Upp til heili 70 prosent av tí sokallaðu spillolju, sum til dømis endar hjá IRF, er vatn. Tað er dýrt at pumpa oljuna upp og lata hana til IRF og harafturat fyllir hon nógv. Við hesi útgerð fer bara oljan til IRF, meðan tað grovreinsaða vatnið frá okkara skipan, fer fyri borð uttan trupulleikar við 15 ppm lensivatnsseperatorinum, sigur Johann.

- Tí hjálpir hendan útgerðin bæði at halda maskinrúmið reint og spilloljan rúgvar nógv minni, og tí er hetta eisini ein fíggjarlig sparing fyri skipini. Hetta er ein sera einføld skipan, sum koyrir uppá fysikk, uttan kemikaliir, og eingir rørligir lutir eru í separatorinum, sigur hann.

- Tummas T er eitt av síðstu stóru skipunum í Føroyum, sum fær hesa útgerðina; hóast eg sigli við her sum maskinmaður. Eg eri ógegnigur, so hetta hava hinir maskinmenninir biðið um, sigur hann skemtandi.

- Nevnast kann eisini, at SEV hevur hesa útgerðina til motorarnar og allir teir stóru grønlendsku trolararnar, sigur hann.

- Hetta er ein grøn føroysk loysn, sum nú nærum bara verður selt út av landinum, tí flestu stóru føroysku skipini hava hana. Vit hava fingið okkum umboðsmenn í Norra og í Danmark, so vit eru spentir uppá at vaksa um søluna. Útgerðin betrar eisini um arbeiðsumhvørvið umborð og minkar um brandvandar í maskinrúmum; tí nærum ongin olja er í kjølinum, tá útgerðin koyrir, sigur Johan Fagraklett.

Tummas T hevur ligið í nakrar vikur. Samstundis er ymiskt  viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

30 Leygardagur 15. mai 2021

Tórður Mikkelsen fekk herðaklapp frá kristiliga lurtara og hyggjarafelagnum

Hann varð valdur fyri at gera góðar og sømuligar sendingar hjá Kringvarpinum. -Tórur er sera dunaligur at gera sendingar í eygnahædd, og á hansara serstaka máta gera sendingar fólksligar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann er millum annað kendur fyri útarpssendingina "Við Tórði á túri", har hann seinastu mongu árini hevur ferðast runt Føroya land og vitjað nógv støð við upptøkutólunum og fingið forkunnugar frásagnir.

Í vikuni varð toftamaðurin heiðraður, tá Kristiligt Lurtara og hyggjarafelag hevði ársaðalfund í Missiónshúsinum í Hvalvík.

- Vit í Kristiligt Lurtara og hyggjarafelag ynskja at vísa viðring fyri góðar og sømuligar sendingar hjá Kringvarpinum. Í ár var tað Tórur Mikkelsen, sum varð valdur...Tórur er sera dunaligur at gera sendingar í eygnahædd, og á hansara serstaka máta gera sendingar fólksligar.

Tað vóru fylgjarar hjá felagnum á Facebook, ið høvdu avgjørt, at reportarin hjá Kringvarpi Føroya skuldi fáa herðaklappið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

31 Leygardagur 15. mai 2021

Baðirúm við brúsum verður nú gjørt við sandin í Leirvík

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst og er farið undir arbeiði, ið 300.000 krónur eru settar av til tað. Hetta skal millum annað geva teimum ið "dyppa" lættari atgongd til brúsur beint við sjóvarmálan

- Neystið liggur væl fyri í mun til sandin og kemur væl við fyri tey mongu, ið leita sær oman á sandin ein góðveðursdag (Mynd: eysturkommuna.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eysturkommuna hevur keypt eitt neyst við sandin við Bug í Leirvík, ið er nær við rundkoyringina. Neystið stendur beint við Mataránna.

Orsøkin til keypið er, at kommunan kann útføra ætlanina um at gera tvey almenn baðirúm við brúsu til hugnaliga økið við sandin í Leirvík.

- Neystið liggur væl fyri í mun til sandin og kemur væl við fyri tey mongu, ið leita sær oman á sandin ein góðveðursdag. Harafturat er sjódypping blivið populert, og nú fáa tey, ið dáma væl at leypa út í kalda sjógvin, lættari atgongd til brúsur beint við sjóvarmálan.

Soleiðis skrivar Eysturkommuna, ið hevur sett 300.000 krónur til arbeiðið, á heimasíðu sínari. Kommunan ger arbeiði sjálv, og arbeiðið er so smátt farið í gongd.

[object Object]
Neystið, sum stendur á matrikul 257 (Mynd: Eysturkommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

32 Leygardagur 15. mai 2021

200.000 krónur til Team Rynkeby

Síðsta leygarkvøld skipaði Team Rynkeby Føroyar fyri áttandu ferð fyri galladøgurða, hesa ferð á Hilton Garden Inn

Martin Restorff, stjóri á Hilton Garden Inn, handar kekkin (Mynd: Team Rynkeby Føroyar/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið 8. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri.

Hetta var áttandi galladøgurðin hjá Team Rynkeby. Undanfarnu árini hevur veitslan verið hildin á Hotel Føroyum, men hesa ferð var hon á Hilton Garden Inn.

– Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var einki minni enn fantastiskt. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum í gongini, áðrenn borðhaldið byrjaði. Eftir at gestirnir høvdu sett seg til borðs og fingið forrætt, spældi Marius Ziska nakrar av sínum vøkru og inniligu sangum. Eftir Marius komu teir í Vágaverki á pallin. Niclas og Lena sungu eisini nakrar sangir, ímeðan gestirnir fingu fyrsta floks mat. Síðani kom Sjúrður Skaale, fyrrverandi rynka, á pallin, og hann fekk sum vant alla fjøldina at flenna. Jens Marni Hansen endaði kvøldið, og við sínum rokkutu tónum setti hann futt í og fekk øll at syngja við, skrivar Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Á veitsluni varð kekkur eisini handaður fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin í ár var 200.000. krónur, eitt sindur minni enn í fjør, tá galladøgurðin gav 260.000 krónur.

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, umframt familjur teirra og gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

33 Leygardagur 15. mai 2021

Lærarafelagið aðalfund og handað veðurlagsvirðisløn

Skála skúli varð heiðraður við Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

(Mynd: Ólavur Frederiksberg / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var farna leygardag á Hotel Føroyum, varð Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags handað fyri aðru ferð.

Í grundgevingini at lata Skála skúla virðislønina sigur Lærarafelagið, at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Nevndarval hevur eisini verið á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Jona Højsted, sum hevur verið í nevndini í nøkur ár, eitt nú kassameistari, stillaði uppaftur, men tað gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki. Umframt stillaðu Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp. Tá ið avtornaði vóru Jona Højsted, ið er lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, vald við ávikavist 111 og 99 atkvøðum; Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði fingu ávikavis 68 og 32 atkvøður.

Á aðalfundinum vóru gestarøður, og tað vórur Jenis av Rana, landsstýrismann við skúlamálum, og Jákupi Reinert Hansen, Ph.d. lektara í kirkjusøgu á Søgu og samfelagsdeildini, sum høvdu hesar.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndir:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

34 Leygardagur 15. mai 2021

Sjósavnið stórar ætlanir: Risa kar til hemarar

Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjósavnið við Sandá á Argjum hevur stórar ætlanir. Fleiri hava kanska varnast fleiri bingjur, sum eru settar saman til ein runding uttan fyri Sjósavnið. Ætlanin er, at livandi hemarar skulu svimja í karinum. 

Í løtuni verður ein glasrútur settur í seinastu bingjuna. Og tá ið hon er sett uppá pláss, verður ein dúkur sveisaður innaní.

Hemarin fer at svimja í 650 tonsum av sjógvi. Sjálvt gólvmálið í karinum er 314 fermetrar.

Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar. 

Karið er eitt frumsnið, og verður eitt umbygt og útbygt Føroya Sjósavn til veruleika, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum. Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2021

35 Leygardagur 15. mai 2021

Bretland letur upp fyri ferðafólkum úr Føroyum

Skipanin kemur í gildi 24. mai

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvey av grannalondum okkara boðaðu í farnu viku frá, at Føroyar nú ikki longur eru á reyða listanum, og at ferðafólk úr Føroyum kunnu koma til landið uttan at fara í sóttarhald.

Mikudagin boðaðu íslendsku myndugleikarnir frá, at ferðafólk úr Føroyum ikki skulu í sóttarhald frá í gjár – 10. mai – at rokna.

Les: Ísland sleppur kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Føroyum 

Og fríggjadagin boðaðu myndugleikarnir í Bretlandi frá, tey eisini fara at bjóða ferðafólkum úr Føroyum vælkomnum uttan at krevja av teimum, at tey fara í sóttarhald.

Henda skipan kemur í gildi 24. mai.

Bretland flytir Føroyar av reyða listanum til tann appelsingula saman við Íslandi, Portugal, Gibraltar, Ísrael, Eysturríki, New Zealandi, Singapore og Brunei.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við Portalin í farnu viku, at av tí at vit framvegis hava krav um sóttarhald í fýra dagar, er avmarkað við áhuganum at ferðast til Føroyar, og so leingi tað kravið framvegis er galdandi, fer flogfelagið at taka uppaftur ruturnar til Íslands og Skotlands.

Í løtuni er ætlanin at byrja flúgvingina aftur til Keflavíkar 18. juni og til Edinburg 1. juli. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

36 Leygardagur 15. mai 2021

SAS flýgur til Føroya í juni

Norðurlendska flogfelagið tekur flúgvingina til Føroya upp aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

11. juni verða aftur tvey flogfeløg á rutuni millum Kastrup og Vága Floghavn.

Í juni verður flogið mánadag, fríggjadag og sunnudag, og frá 28. juni verður flogið allar dagar í vikuni uttan leygardag, sæst á heimasíðuni hjá SAS.

Flogfelagið gavst at flúgva til Føroya í oktober í fjør, tá talið á ferðafólkum minkaði, og ferðafólk eisini sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

37 Leygardagur 15. mai 2021

Jenis gav lyfti: Listin fær meira rúm í Hoydølum

Hóast tað enn er óvist hvat bygningarnir í Hoydølum skulu brúkast til, so kann LISA rokna við meira plássi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Listafólkasamband Føroya farna vikuskiftið helt eitt hátíðarhald í sambandi við at fleiri listafólk nú eru flutt inn í hølini, sum felagið hevur fingið í Hoydølum, fekk LISA eisini eitt lyfti frá landsstýrismanninum um enn meira rásarúmd.

Upprunaliga fekk LISA lyfti um at fáa fleiri av bygningunum, herundir sjálvan skúlan, men hetta lyftið varð tikið aftur, tá staðfest varð, at bygningurin ikki kundi brúkast til nakað í núverandi líki, og síðan hevur verið tos um at brúka bygningin til annað endamál.

LISA hevur fingið ræðisrætt yvir tann nýggja bygningin, ið varð bygdur har niðurbrenda gentukostdeildin stóð umframt onkran minni bygning í økinum.

Men í røðu síni segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at felagsskapurin skal rokna við enn meira plássi í Hoydølum.

Orðini fullu soleiðis: “Og so farið eg at váða mær at siga, at eg vænti, at í framtíðarloysnini fyri Hoydalar, sum eg í dag hómi hana, fer listarliga og mentanarliga økið at fáa størri rúm enn í dag. So er tað sagt og okur vóna, at so verður”, segði Jenis av Rana ov var móttikin av fagnaði av fólkunum, sum vóru til staðar.  

[object Object]Kvinnubólkurin Kata hevði eina huldisliga framførslu millum trøini í Hoydølum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2021

38 Leygardagur 15. mai 2021

Serlig matstovuguide fyri Føroyar

Bent Christensen, sum gevur út Den danske Spiseguide, kemur í vetur út við eini føroyskari útgávu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

21. november verður hildin ein serligur galladøgurði á matstovuni Húsagarður á Hotel Brandan.

Tað er Bent Christensen, sum í fleiri ár hevur givið út Den danske Spiseguide, ið skipar fyri, hetta í sambandi við útgávuni at hann gevur út eina serliga guide yvir føroyskar matstovur, Færø Guiden 2022.

Og í sambandi við útgávuna verða heiðursprísir handaðir til føroyskar matstovur og teirra starvsfólk.

Heiðursskjølini verða handað á einum serligum gastronomiskum tiltaki, sum vísir fram tað besta av tí besta innan føroyskt matkynstur.

Nakrir av prísunum, sum skulu handast eru: Ársins føroyska matstova, ársins matstovupersónligheit, ársins kokkapersónligheit, ársins fiska- og skeljadjóramatstova, ársins smyrjibreyð/morgunmatur, ársins ræst, ársins avec & vínkort og ársins frambrot. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

39 Leygardagur 15. mai 2021

Tvær milliónir til gransking í Koltri

Grundarlagið lagt undir trý ára náttúru gransking. Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum

Koltur (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 milliónir krónur til endamálið.

Tjóðsavnið byrjaði granskingina av náttúruni í Koltri í 2019, og úrslit síggjast longu, m.a. fyrsta skrásetingin av norðurtøðklukku í Føroyum. Við stuðlinum fær verkætlanin veruliga vind í seglini, og í summar verður hildið á við kanningunum av plantu- og djóralívinum í Koltri. Komandi trý árini verða mannagongdir gjørdar, sum leggja granskingina í eina fasta legu, so til ber at fylgja broytingum í náttúruni, og ikki minst skjalfesta hesar broytingar.

Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum. Her verða eisini tiltøk framd, sum koma at endurbøta partar av oynni til nakað, ið er meira upprunaligt. Við tíðini verður gjørligt hjá føroyingum at síggja náttúru uttan mannaskapta ávirkan.

Tað er alstórur tørvur á at kanna, hvussu náttúran er fyri í Føroyum.

Slóðbrótandi granskingararbeiðið í Koltri fer at skapa eitt grundarlag fyri náttúruvísindaligum kanningum framyvir. Eisini fer verkætlanin at minka um stóra vitanargloppið innan náttúru í Norðuratlantshavinum.

Tað eru plantudeildin og landdjóradeildin á Tjóðsavninum, sum standa fyri verkætlanini. 

[object Object]
Náttúrugransking í Koltri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

40 Leygardagur 15. mai 2021

Skotski tjóðskaparflokkurin vann valið

Skotski tjóðskaparflokkurin og Grøni flokkurin, sum báðir ynskja fólkaatkvøðu um loysing, vóru einastu flokkar, sum høvdu framgongd á valinum, og saman hava teir ein meiriluta á 72 í skotska tinginum

Fólkið hevur talað, og bretski forsætisráðharrin hevur onga fólkaræðisliga grund til at nokta skotum eina nýggja fólkaatkvøðu, heldur skotski fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skotski tjóðskaparflokkurin (SNP) við skotska fyrstaráðharranum, Nicola Sturgeon á odda, gjørdist stóri vinnarin á skotska tjóðartingsvalinum.

Tað var undanfarna hósdag, at skotar fóru á val, men orsakað av koronu varð atkvøðuuppteljingin seinkað, og tí varð endaliga úrslitið ikki greitt fyrr enn farna leygarkvøld.

SNP, sum ynskir at loysa frá Stórabretlandi, vann 64 av teimum 129 sessunum í skotska tjóðartinginum. Sostatt manglaði flokkurin bert ein sess fyri at fáa einsamallan meiriluta.

Men Grøni flokkurin, sum eins og SNP ynskir nýggja fólkaatkvøðu um loysing, fekk átta sessir, og sostatt kunnu flokkarnir saman skipa stjórn.

SNP fekk ein sess afturat, meðan Grøni flokkurin fekk tveir afturat. Teir vóru einastu flokarnir, sum høvdu framgongd á valinum.

Nicola Sturgeon hevði áðrenn valið gjørt greitt, at hon fór eftir nýggjari fólkaatkvøðu um loysing, og tað er framvegis ætlanin.

Skipað varð fyri fólkaatkvøðu í 2014, har 55 prosent av skotska fólkinum atkvøddu ímóti at loysa frá Stórabretlandi, og sambært bretska forsætisráðharranum er tað ov tíðliga at skipa fyri nýggjari fólkaatkvøðu. Ein slík fólkaatkvøða eigur bert at verða hildin einaferð í hvørjum ættarliði, sigur hann.

Men SNP heldur, sambært TV2, at Brexit hevur broytt støðuna, og ætlar flokkurin, at eitt sjálvstøðugt Skotland skal søkja um limaskap í ES, tí hóast meirilutin av bretska fólkinum atkvøddu fyri at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í 2016, atkvøddi meirilutin av skotsku veljarunum fyri at verða verandi.

Nicola Sturgeon, sigur, sambært The Guardian, at tað er fólksins vilji, at skipast skal fyri enn einari fólkaatkvøðu.

Tá hugt verður at valúrslitinum, er eingin fólkaræðislig grund hjá Boris Johnson ella øðrum at nokta skotska fólkinum rættin til at velja teirra egnu framtíð, sigur hon.

SNP ynskir at skipa fyri fólkaatkvøðu í 2023, og fer flokkurin saman við Grøna flokkinum væntandi at leggja stórt trýst á Boris Johnson fyri at fáa eina fólkaatkvøðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

41 Leygardagur 15. mai 2021

Hetland og Orknoyggjar eru framvegis liberal

Vunnu greiðan sigur, men í Hetlandi tekur SNP seg nú inn á tey liberalu

Beatrice Wishart tekur enn eitt skeið í tinginum í Edinburgh (Mynd: Shetnews)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Liberali flokkurin stendur framvegis sterkur hjá okkara nærmastu bretsku grannum, hóast tað var skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, sum vann valið til skotska tjóðartingið í farnu viku.

Eins og og tað plagar, eru tað umboðini hjá Scottish Liberal Democrats, sum umboða hesi bæði vældømini í skotska tinginum, Holyrood, komandi valskeið.

Eins og á seinasta vali fingu tey liberalu fýra sessir av teimum 129 í tjóðartinginum. Og helmingurin av teimum umboða Hetland og Orknoyggjar.

Hetlendingar endurvaldu Beatrice Wishart á ting. Hon varð vald á ting í 2019, tá eitt umval varð hildið í Hetlandi eftir at Tavish Scott segði sessin frá sær.

Wishart fekk 5.803 atkvøður meðan umboðið hjá SNP, Tom Wills, fekk 4.997 atkvøður. Hini valevnini, eitt nú umboðandi tey konservativu og Labour, fingu 500 ella færri atkvøður.

Við 48,6 prosentum av atkvøðunum, fekk Wishart eitt heldur betri val enn í 2019, tá hon varð vald við 47,8 prosentum. Hinvegin var munurin niður til SNP minni enn hann var í 2019.

Tær knapt 5.000 atkvøðurnar til Tom Wills svara til 41,9 prosent, og tað er tað mesta, sum SNP hevur fingið í Skotlandi, skrivar Shetnews.

Framgongdin hjá SNP hevur verið stór í Hetlandi tey seinastu árini. Í 2011 fekk Jean Urquhart 1.134 atkvøður, í 2016 varð talið tvífaldað, tá Danus Skeen fekk 2.545 atkvøður, og nú var hetta talið aftur tvífaldað.

Veljararnir í Skotlandi góvu tvær atkvøður. Eina til tað lokala valevni, og harafturat eina listaatkvøðu til teir uppstillaðu flokkarnar at brúka í eini útjavningarskipan.

Her hendi tað fyri fyrstu ferð, at SNP fekk flestar atkvøður í Hetlandi, 34,5 prosent móti 26,5 prosent til tey liberalu.

Orknoyingar valdu Liam McArthur úr liberala flokkinum aftur í skotska tingið. Hann hevur tænt vældøminum nú í 14 ár. Hann fekk 7.238 atkvøður, svarandi til 62,3 prosent. Valevnið hjá SNP fekk 3.369 atkvøður. 

Hóast liberalu vunnu stóran sigur, so gekk flokkurin fimm prosentstig aftur, meðan SNP hevði næstan somu framgongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

42 Leygardagur 15. mai 2021

Sadiq Khan afturvaldur sum borgarstjóri í London

Hetta vóru gleðiboð at fáa hjá andstøðuflokkinum Labour, sum hevur klárað seg minni væl á øðrum lokalvalum í Stórabretlandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið gjørdist greitt, at Sadiq Khan hevði vunnið enn eitt valskeið sum borgarstjóri í bretska høvuðsstaðnum London.

Talan var ikki um nakað óvæntað úrslit, men hetta vóru kortini kærkomin gleðiboð fyri andstøðuflokkinn Labour, sum kláraði seg minni væl á øðrum lokalvalum.

Tað var í 2016, at Sadiq Khan gjørdist tann fyrsti muslimurin at vinna borgarstjórasessin í einum stórum vesturlendskum høvuðsstaði, og farna vikuskiftið eydnaðist tað honum at fáa eitt valskeið afturat við at vinna á Shaun Bailey hjá Konservativa flokkinum, skrivar Ritzau.

Sadiq Khan fekk 55,2 prosent av atkvøðunum, meðan Shaun Bailey fekk 44,8 prosent. Talan var tó ikki um eins stóran sigur sum fyri fimm árum síðani.

– Eg kenni meg heiðraðan og eyðmjúkan yvir tað álitið, sum borgarar í London hava víst mær við at loyva mær at standa á odda fyri heimsins besta býi, sigur Sadiq Khan.

Sadiq Khan er fyrrverandi limur í bretska tjóðartinginum. Hann yvirtók borgarstjórasessin í London eftir Boris Johnson, ið nú er forsætisráðharri.

Sadiq Khan er væl umtóktur, men seinastu tíðina hevur hann verið fyri nógvum atfinningum orsakað av vaksandi talinum á drápum og kníválopum í London.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. mai 2021

43 Leygardagur 15. mai 2021

Heimsheilsustovnurin góðkent kinesiskt koppingarevni

Koppingarevnið hjá Sinopharm er fyrsta kinesiska koppingarevni, sum er góðkent av Heimsheilsustovninum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sinopharm, eitt kinesiskt framleitt koppingarevni fyri koronu, hevur nú fingið skundgóðkenning frá Heimsheilsustovninum, WHO. Hetta merkir, at ST nú kann keypa koppingarevnið og býta tað út kring heimin sum ein partur av Covax-ætlanini, upplýsir aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Covax er eitt átak hjá ST, sum hevur til endamáls at tryggja koppingarevni til tey fátæku londini.

Sinopharm er fyrsta kinesiska koppingarevni fyri koronu, sum Heimsheilsustovnurin hevur góðkent.

At Heimsheilsustovnurin nú hevur góðkent koppingarevnið merkir tó ikki neyðturviliga, at koppingarevnið fer at verða brúkt á okkara leiðum. Í eitt nú ES er tað evropeiski heilivágsstovnurin, EMA sum avgerð, hvørji koppingarevni verða góðkend til brúk í ES-londum.

Onnur koppingarevni fyri koronu, sum Heimsheilsustovnurin hevur góðkent, eru tey frá Pfizer/BioNTech, Moderna, Johnson & Johnson og AstraZeneca. Koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech er tað einasta, sum verður brúkt í Føroyum.

Eins og við koppingarevninum hjá eitt nú Pfizer/BioNTech, er neyðugt við tveimum skamtum frá Sinopharm fyri at fáa fulla verju. Heimsheilsustovnurin hevur góðkent koppingarevnið til øll, sum eru 18 ár og eldri. Koppingarevnið gevur eina verju á 79 prosent.

Sambært Ritzau verður kinesiska koppingarevnið longu brúkt í fleiri londum, m.a. Pakistan, Ungarn, Serbia og í fleiri afrikonskum londum.

Heimsheilsustovnurin fer væntandi at góðkenna enn eitt kinesiskt koppingarevni í næstum. Talan er um Sinovac, sum longu verður brúkt í 22 londum. Stovnurin fer væntandi eisini at taka støðu til russiska koppingarevnið Sputnik V í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

44 Leygardagur 15. mai 2021

Elon Musk: Eg havi Asperger's

Í innleiðandi monologinum í sjónvarpssendingini "Saturday Night Live", sum varð víst leygarkvøldið, avdúkaði Tesla-stovnarin, at hann hevur Asperger's syndrom

49 ára gamli Elon Musk var vertur fyri vælumtóktu sjónvarpssendingini "Saturday Night Live" farna leygarkvøld (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var tað milliardingurin Elon Musk, sum var vertur fyri vælumtóktu amerikonsku sjónvarpssendingini "Saturday Night Live" (SNL), og í hesum sambandi avdúkaði hann, at hann hevði Asperger's syndrom.

Tað var í innleiðandi monologinum, at Tesla-stovnarin segði:

– Eg skrivi faktiskt søgu í kvøld við at vera tann fyrsti persónurin við Asperger's, sum er vertur fyri SNL. Í øllum førum tann fyrsti, sum viðgongur tað.

Sambært tíðindastovuni Ritzau er hetta tó ikki heilt rætt. Skemtarin og fyrrverandi starvsfólk á SNL, Dan Aykroyd, sum var vertur fyri sendingina í 2003, hevur áður sagt, at hann hevur fingið diagnosuna Asperger's.

Asperger’s syndrom er eitt menningarórógv innan autismu, sum m.a. svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg eisini hevur. Talan er um eina diagnosu, sum kom fram í 80unum.

49 ára gamli Elon Musk hevur stovnað Tesla, og eisini eigur hann privata rúmdarferðafelagið SpaceX.

Innleiðandi monologurin hjá Elon Musk sæst her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

45 Leygardagur 15. mai 2021

Málningur hjá Picasso seldur fyri hálva milliard

Ein málningur, sum spanski listamaðurin málaði í 1932, fór herfyri fyri 90 milliónir dollarar, ið svarar til 554,3 milliónir í okkara krónum

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

"Kvinna sitandi við eitt vindeyga", ein málningur hjá spanska listamanninum Pablo Picasso varð herfyri seldur fyri hálva milliard á uppboðssølu í New York.

Auktiónshúsið Christie's hevði mett virðið á málninginum at vera 55 milliónir dollarar, men málningurin varð tó seldur fyri 90 mió. dollarar (554,3 milliónir í okkara krónum).

Sambært Ritzau skal keyparin tó rinda tilsamans 103,4 milliónir dollarar, tá avgjøld og gjald til Christie's verður lagt afturat.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesin málningurin verður seldur á uppboðssølu, men hann er tó ongantíð farin fyri so høgan prís áður.

Fyrstu ferð málningurin varð seldur á uppboðssølu var í 1997, eisini hjá Christie's. Tá varð málningurin seldur fyri 7,5 milliónir dollarar (46 milliónir krónur). Tá málningurin varð seldur í 2013 á uppboðssølu í London, var prísurin 44,5 milliónir dollarar, íroknað øll avgjøld (tað svarar til 273 milliónir krónur).

Málningurin er frá 1932. Kvinnan í myndini er Marie-Thérése, fyrrverandi unnusta hjá Picasso.

Picasso varð føddur í 1881, og eftir hann doyði í 1973 varð hann mettur at verða ein av størstu listafólkunum í 20. øld.

Fimm av málningum hansara eru seld fyri yvir 100 milliónir dollarar. Tann málningurin, sum er seldur fyri hægsta prísin er málningurin "Les Femmes d’Alger" (Version O) av einari algeriskari kvinnu. Tann málningurin varð seldur fyri 179,4 milliónir dollarar (1,1 mia. krónur) í 2015.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

46 Leygardagur 15. mai 2021

Málveitsla á Dungasandi og B68 tók Víking á bóli á Svangaskarði

B68 kundi farið avstað við øllum móti Víkingi hósdagin, men í evstu løtu javnaði felagsliðið í Gøtu og Leirvík og tryggjaði sær javnleik. Í Sørvági lat KÍ ongan iva vera og skoraði heili níggju mál

Jóannes Bjartalíð var á besta liðnum aftur eftir at hava verið niðri í 1. deild og vent. Hann takkaði fyri álitið, og kom eisini á máltalvuna í níggju-máls sigrinum á Dungasandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tíggjunda umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt seinnapartin Krists himmalsferðardag. Aftur hesaferð háttaði tað seg soleiðis, at topp fimm lið spældu móti sokallaðu botn fimm liðum.

Mest óvæntaða úrslit í dag er uttan iva 2-2 javnleikurin millum B68 og Víking. Toftamenn vóru annars á odda í tveimum førum, men Martin Klein hjá Víkingi syrgdi fyri at teir ljósabláu ikki mistu øll stigini móti uppflytarunum.

Á Dungasandi var málveitsla, og KÍ smurdi 07 Vestur av heili 9-0, sum er størsti sigur í ár.

B36 lat ongan iva vera í Fuglafirði, og vann 5-0 móti ÍF. NSÍ kemur norð aftur um Suðuroyarfjørð við trimum stigum og einum tveymálssigri móti TB.

Og so var tað HB, sum var á vitjan hjá EB/Streymi á Eiði. Mikkel Dahl legði útiliðið á odda tá 11 minuttir vóru leiktir, og hóast HB stýrdi tí mesta av dystinum komu ikki fleiri mál.

07 Vestur - KÍ 0-9 (0-4)
4’ Páll Klettskarð 0-1
9’ Dávid Langgaard 0-2
25’ Dávid Langgaard 0-3
27’ Claes Philip Kromberg 0-4
47’ Páll Klettsarð 0-5
53’ Sumareh Bubacarr 0-6
59’ Sumareh Bubacarr 0-7
71’ Jóannes Bjartalíð 0-8
87’ Oddmar Færø 0-9

ÍF - B36 0-5 (0-3)
8’ Bjarki Nielsen 0-1
12’ Magnis Holm Jacobsen 0-2
45’ Andrass Johansen 0-3
58’ Benjamin Heinesen 0-4
71’ Tobias Christensen 0-5

TB - NSÍ 0-2 (0-2)
2’ Jacob Trenskow 0-1
32’ Klæmint Andrasson Olsen 0-2

EB/Streymur - HB  0-1(0-1)
11’ Mikkel Dahl 0-1

B68 - Víkingur 2-2 (1-0)
45’ Hjalti Strømsten 1-0
54’ Martin Klein 1-1
71’ Andri Benjaminsen 2-1
86’ Martin Klein 2-2

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (28 stig)
2. HB (23 stig)
3. NSÍ (20 stig)
4. Víkingur (19 stig)
5. B36 (16 stig)
6. EB/Streymur (9 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (7 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2021

47 Leygardagur 15. mai 2021

Fyrsti triðingurin: KÍ heldur fast við leiðsluna

Fimm stig eru framvegis millum KÍ og HB. B36 er í ongamannalandi og TB vann sítt annað stig í dag

Klaksvíkingar kunnu fegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá dystirnir í Betri deildini hjá monnum sunnudagin vórðu bríkslaðir av, varð punktum samstundis sett við fyrsta triðingin av kappingini.

Greitt er, at heili fimm stig vóru millum KÍ á fyrsta plássi og HB, sum á øðrum plássi roynir at elta FM-favorittarnar. Í botninum liggur TB við tveimum stigum eftir at hava skavað eitt stig saman móti EB/Streymi sunnudagin.

Eitt B36-lið, sum byggir upp av nýggjum, tapti 4-0 móti KÍ, og er í einum ongamannalandi á stigatalvuni við fimm stigum upp til NSÍ á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Evropa.

Úrslit 9. umfar

Víkingur-ÍF 5-1 (0-2)
20’ Andreas Lava Olsen 1-0
27’ Andreas Lava Olsen 2-0
54’ Gundur E. Petersen 2-1
56’ Ingi Jonhardsson 3-1
64’ Jákup Johanesen 4-1
83’ Sølvi Vatnhamar 5-1

HB-B68 1-0 (1-0)
1’ Sjálvmál

KÍ-B36 4-0 (0-0)
59’ Jonn Johannesen 1-0
60’ Páll A. Klettskarð 2-0
70’ Sjálvmál 3-0
90’ Jákup B. Andreasen 4-0

TB-EB/Streymur 1-1 (0-0)
75’ Hans Pauli Samuelsen 0-1
87' Sjálvmál 1-1

NSÍ - 07 Vestur (1-1) í gjár
2’ Klæmint A. Olsen 1-0
89’ Ragnar Weihe 1-1

Støðan í Betri deildini menn eftir 9 umfør

1. KÍ (25 stig)
2. HB (20 stig)
3. Víkingur (18 stig)
4. NSÍ (17 stig)
5. B36 (13 stig)
6. EB/Streymur (9 stig)
7. ÍF (8 stig)
8. 07 Vestur (7 stig)
9. B68 (5 stig)
10. TB (2 stig)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

48 Leygardagur 15. mai 2021

07 Vestur skelkaði runavíkingar

NSÍ megnaði ikki at avgera ein rótuttan dyst við Løkin leygarkvøldið, sum endaði javnur 1-1

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóri favoritturin við Løkin leygarkvøldið megnaði ikki at avgera dystin, og við máli í 89. minutti kundu vágamenn fegnast um at fáa eitt stig við heim aftur til Sørvágs.

NSÍ legði annars út sum eitt óløgi, og Klæmint Andrasson Olsen legði heimaliðið á odda tá bara tveir minuttir vóru leiktir.

07 Vestur royndi at trýsta, og dysturin gjørdist rótuttur. Útiliðið hevði nakrar møguleikar áðrenn hálvleik, men so tók NSÍ yviraftur og burdi avgjørt í seinna hálvleiki.

Tað gjørdu teir ikki, men hinvegin var tað innskifti Ragnar Weihe, sum gjørdist dagsins maður hjá 07 Vestur og javnaði til 1-1 tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.

[object Object]

NSÍ - 07 Vestur (1-1)
2’ Klæmint A. Olsen 1-0
89’ Ragnar Weihe 1-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

49 Leygardagur 15. mai 2021

Pláss verður fyri umleið 2.500 áskoðarum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein

Hetta verða fyrstu venjingardystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum á heimavølli síðani 2004. Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin - hópurin til dystirnar fyrst í juni verður kunngjørdur 25. mai

Tað er ikki møguligt at fylla Tórsvøll, men áleið helmingurin av áskoðaraplássunum kann nýtast (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíðliga í juni skal A-landsliðið við monnum fyri fyrstu ferð í seytjan ár spæla venjingardystir á heimavølli. Fríggjadagin 4. juni koma íslendingar á vitjan, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. juni, verður Liktinstein mótstøðuliðið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivar, at um- og útbyggingin av Tórsvølli hevur gingið væl, og at langsíðan á vestaru síðu  væntandi stendur liðug til landsdystirnar í juni. Tá verður eisini pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin.

Tó verður ikki møguligt at nýta alt plássið, og hetta er vegna koronastøðuna. FSF boðar í dag frá, at áleið 2.500 áskoðarar til dystirnar móti Íslandi og Liktinstein.

Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin 21. mai klokkan 12:00, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. 

Landsliðshópurin til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein verður kunngjørdur á tíðindafundi, sum verður í FSF-húsinum týsdagin 25. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

50 Leygardagur 15. mai 2021

TB fær týskan venjara

Lars Heiliger verður nýggjur venjari á besta liðnum hjá tvøramonnum

Lars Heiliger
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var aftaná 4-0 tapið móti B36, at Michael Winter takkaði fyri seg sum høvuðsvenjari hjá TB.

Men tvøramenn hava nú skrivað undir við týska Lars Heiliger.

- Lars Heiliger hevur strvast sum ungdómsvenjari í Týsklandi, eisini hevur hann royndir sum venjari í týsku 1. deild og hollendsku 2. deild, sigur TB í fráboðan.

Lars Heiliger er ikki ókendur á Tvøroyri, tí í 2014-2015 var hann venjari á vælumtókta fótbóltsskúlanum, sum TB skipar fyri á hvørjum ári.

TB liggur aftast á stigatalvuni í Betri deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mai 2021

51 Leygardagur 15. mai 2021

KÍ økti um leiðsluna

Oddaliðið vann 3-0 á B36 á Tórsvølli. HB vann 9-0 á Sandi og er nú nummar tvey í Betrideildini eftir sjey umfør. Víkingur manglar tó ein dyst móti 07 Vestur - annars hava øll liðini nú spælt einaferð móti hvør øðrum

Hervør Olsen skoraði tvey mál fyri KÍ á Tórsvølli í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tveir dystir vórðu spældir í Betrideildini hjá kvinnum hósdagin. Talan var um seinna helming av dystunum í 7. umfarinum, og harvið er ein triðingur leiktur í fremstu deildini hjá kvinnum - tó hongur ein dystur eftir frá 6. umfari, ið ikki varð leiktur vegna veður. 

Oddaliðið vitjaði B36 á Tórsvølli. Tað var málleyst í stegðinum, men beinanvegin í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið sjálvmál. 0-1 var støðan í 40 minuttir - so sló Hervør Olsen til. Toppskjúttin í deildini skoraði tvær ferðir seinastu fimm minuttirnar, og hevur nú tólv mál í sjey dystum. KÍ hevur 17 stig fyri sjey dystir, hevur framvegis ikki tapt og fýra stig eru til tey næstu liðini á stigatalvuni.

HB reisti seg eftir tapini fyri Víkingi og EBS/Skála við at vinna stórsigur á Sandi. Støðan var 0-6 í steðginum, eftir at Sunniva Willemoes hevði gjørt hattrik, Rúna Jacobsen hevði skotið tvey mál og Ása Stórá Carslsen. Eftir steðgin skoraðu Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge og Elin Maria Isaksen. HB er nú á 2. plássi. Hetta var størsta tapið hjá uppflytarunum í ár, sum nú spæla uttan Fridrikku Clementsen, ið breyt beinið í Klaksvík í síðstu viku.

Víkingur tapti týskvøldið á Skála og misti harvið eitt fet í oddastríðnum. Liðið úr Eysturkommunu hevur tó ein dyst til góðar á heimavølli móti 07 Vestur. NSÍ megnaði at fáa trý stig við heim úr Sørvági mikukvøldið við tveimum málum seint í dystinum. Harvið hava runavíkskvinnur nú tólv stig og hanga væl í. 

7. umfar í Betrideildini

Týsdagin 11. mai
EBS/Skála-Víkingur 1-0 (0-0)
81’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-0

Mikudagin 12. mai
07 Vestur - NSÍ 0-2 
80' Lena Olsen 0-1
89' Heidi Sevdal 0-2

Hósdagin 13. mai
AB/B71 - HB 0-9 (0-6)
B36 - KÍ 0-3 (0-0)

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 17 stig (7 dystir)
2. HB 13 stig (7 dystir)
3. Víkingur 13 stig (6 dystir)
4. EBS/Skála 13 stig (7 dystir)
5. NSÍ 12 stig (7 dystir)
6. B36 7 stig (7 dystir)
7. 07 Vestur 3 stig (7 dystir)
8. AB/B71 0 stig (7 dystir)

Komandi umfar (8.) verður leikt týsdagin 18. mai: 

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

Kelda: FaroeSoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

52 Leygardagur 15. mai 2021

Trivaligir sigrar til havnarliðini

B36 og HB vunnu í dag ávikavist 8-0 og 7-0 í undanumfarinum í steypakappingini hjá kvinnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist til stórsigrar hjá bæði B36 og HB, sum vitjaðu á útivølli sunnudagin í undanumfarinum í steypakappingini.

B36 var á vitjan í Fuglafirði vann 8-0 móti ÍF, sum spælir í næstbestu kvinnudeildini. HB hevði tikið túrin um Suðuroyarfjørð, og var á vitjan hjá felagsliðnum í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, sum er í næstbestu deildini. Sigurin hjá HB gjørdist eisini trivaligur, 7-0 til tær reyðu og svørtu.

Havnarliðini eru sostatt víðari í steypakappingini. Í fjórðingsfinaluni spælir B36 móti EBS/Skála og HB er á vitjan hjá greipuvinnarunum frá í fjør, KÍ.

ÍF- B36 0-8 (0-3)
28’ Jacoba Langgaad 0-1 brotsspark
29’ Barbara Høgnesen 0-2
38’ Emma Hansdóttir 0-3
49’ Barbara Høgnesen 0-4
58’ Victoria í Funningsstovu 0-5
67’ Barbara Høgnesen 0-6
75’ Jacoba Langgaard 0-7 brotsspark
87’ Bára Magnussen 0-8

TB/FCS/Royn-HB 0-7 (0-1)
10’ Sunniva Willemoes 0-1
48’ Julia Naomi Mortensen 0-2
50’ Lea Johannesen 0-3
52’ Rúna Jacobsen 0-4
65’ Julia Naomi Mortensen 0-5
72’ Jónvá Hentze 0-6
78’ Elin Maria Isaksen 0-7

Kelda: Dystir.fo

Fjórðingsfinalur (2. juni)
AB/B71-07 Vestur
KÍ-HB
Víkingur-NSÍ
EBS/Skála-B36

Hálvfinalurnar verða 3. oktober og 30. oktober, og finalan verður 6. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

53 Leygardagur 15. mai 2021

Sävehof vann eftir tvífalda longda leiktíð

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál í 38-37 sigrinum í fyrstu SM-finaluni

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

IK Sävehof er á meistarakós. Stórfavoritturin í svensku hondbóltsfinalunum hjá monnum noyddist at stríðast leingi fyri sigrinum í fyrstu finaluni, sum var á heimavølli í týskvøldið.

Sävehof og IFK Skövde skutu 14 mál hvør í 1. hálvleiki, og eftir 60 minuttir var  27-27. Harvið var neyðugt við longdari leiktíð, men eftir tvær ferðir fimm minuttir var framvegis eingin avgerð fallin. 

Loksins eydnaðist hjá heimaliðnum, tá dagsins leikari Emil Berlin í seinasta álopinum skoraði til 38-37. Harvið kundu teir í gulum og svørtum fegnast í høllini í Partille. Føroyski spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál í fyrstu finaluni.

Nú skal liðið hjá Eliasi vinna tvær finalur afturat fyri at gerast svenskur meistari. Liðini hittast aftur í kvøld í Skövde.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2021

54 Leygardagur 15. mai 2021

Gima og Jojic stóðu fyri tí mesta

Ársins leikarar vórðu heiðraðir á hondbóltsgalla, sum var leygarkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Haruka Gima hjá StÍF og Filip Jojic hjá VÍF hava verið eyðsýndir leikarar farna kappingarár í hondbólti.

Tað sást aftur tá ársins leikarar vórðu heiðraðir á hondbóltsgalla, sum varð hildið í Dansifrøi leygarkvøldið.

[object Object]Filip Jojic (Mynd: Sverri Egholm)

Hesi gjørdust ársins hetta og hatta

Toppskjúttar
Haruka Gima, 189 mál
Filip Jojic, 216

Ársins málverji
Momoko Nakamura, StÍF
Mladen Mjerimacka, VÍF

Ársins dómarar
Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe

Ársins verjuleikari
Brynja Høj, Neistin
Peter Krogh, H71

Ársins álopsleikari
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF

Ársins venjarar
Jón Rasmussen og Paula Høgnesen, StÍF
John Larsen og Agnar Joensen

Ársins unga stjørnuskot
Jana Mittún, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF

Ársins leikari
Haruka Gima, StÍF
Filip Jojic, VÍF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

55 Leygardagur 15. mai 2021

Sarah Vallin og Bjarki Johannessen føroyameistarar í hálvmaraton

Samstundis megnaðu bæði at renna undir kravtíðina sum er fyri luttøku á teininum á Oyggjaleikunum í 2023

Sarah Vallin fær heiðursmerki handað á Oyggjaleikunum 2019. Leygardagin kláraði hon kravtíðina til komandi oyggjaleikirnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

FM í hálvmarathon varð leygardagin hildið í Klaksvík.

Hjá monnum fylgdust Bjarki Johannessen úr Roysninum við Rógvi Kárason og
Peter Jensen, sum báðir renna fyri Bragdið, teir fyrstu 12 kilometrarnir. Síðani fór 28-ára gamli toftamaðurin frá hinum báðum, og var nakað frammanfyri tá samanumkom.

Bjarki hevur veruliga gjørt um seg í føroyskari renning seinastu tíðina og leygardagin megnaði hann at røkka einum persónliga máli: At klára  oyggjaleikakravið sum er ein tími og 15 minuttir.

Harvið er tað sannlíkt, at Bjarki Johannesen skal umboða Føroyar á Guernsey í 2023 - úttøkan verður um umleið tvey ár. Hann segði eisini í samrøðu við Kringvarpið, at endamálið nú er at halda formin men eisini at byggja uppá, so at tað verður møguligt at stríðast um heiðursmerki um tvey ár.

[object Object]
Bjarki Johannesen (Skýggjamynd - KVF)

Hjá kvinnum var stórur munur á millum nummar eitt og hini. Sarah Vallin var beint yvir 18 minuttir frammanfyri nummar tvey, og hon megnaði eisini at vera trygt undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar, sum hjá kvinnum er 1 tími, 27 minuttir.

Sarah Vallin umboðaði Føroyar til Oyggjaleikirnar í 2019, og hon fekk heiðursmerki við heim.

FM í hálvmarathon

Úrslit - menn:
1. Bjarki Johannesen (Roysnið): 1.14.39
2. Rógvi Kárason (Bragdið): 1.17.15
3. Peter Jensen (Bragdið): 1.18.25

Úrslit, kvinnur:
1. Sarah Vallin (Bragdið) 1.24.55
2. Ella Áarstein (Treysti) 1.43.04
3. Hergerð Heldarskarð (Bragdið) 1.43.38


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021

56 Leygardagur 15. mai 2021

Hesar eru FM-vinnarar í estetiskum fimleiki

FM í estetiskum fimleiki var farna vikuskiftið í høllini á Hálsi í Havn

Støkk Rósan, gentur (Mynd: Haldur Suni Johansen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FM í estetiskum fimleiki var um vikuskiftið í høllini á Hálsi í Havn.

Ljósið vann í tveimum árgangum, Havnar Fimleikafelag í tveimum og Støkk vann ein árgang.

Hesi liðini vunnu:

[object Object]
Ljósið Libra, pinkur (Mynd: Haldur Suni Johansen)

[object Object]
Havnar Fimleikafelag Mira, smágentur (Mynd: Haldur Suni Johansen

[object Object]Støkk Rósan, gentur (Mynd: Haldur Suni Johansen)

[object Object]Ljósið Lyra, unglingar (Mynd: Haldur Suni Johansen)

[object Object]Havnar Fimleikafelag, Hulda Meliora (Mynd: Haldur Suni Johansen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mai 2021

57 Leygardagur 15. mai 2021

FM í amboðsfimleiki á skránni um vikuskiftið

67 børn og ung eru meldað til kappingarnar í Fimi. Kappingin verður við áskoðarum - til ber eisini at stroyma

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

FM í amboðsfimleiki verður í Fimi í Havn í dag, leygardagin 15. mai, har kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.

67 børn og ung eru meldað til FM. Talan 37 dreingir/menn og 30 gentur/kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk og Ljósinum.

Skráin leygardagin:

9.00: Kappingin fyri gentur, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn byrjar.

13.00: Kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir

Kappast verður í øllum amboðunum. Kvinnurnar kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Menninir kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi. 

Kappingin verður við áskoðarum. Kappingin verður eisini stroymd. Leinki til bæði stroymingina og úrslitini verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2021

58 Leygardagur 15. mai 2021

Barcelona, Real Madrid og Juventus kunnu rokna við revsing

Uefa fer nú undir at kanna hvørji stig skulu takast mótvegis feløgunum, sum arbeiða ímóti áhugamálunum hjá felagsskapinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fótbóltsfeløgini FC Barcelona, Real Madrid og Juventus hava enn ikki slept ætlanunum um at fáa í lag eina evropeiska superliga, og kunnu nú vænta sær at verða revsað av evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa.

Uefa boðaði mikudagin frá, at sambandið er farið undir at kanna, um brot eru framd á løgfrøðiligu karmarnar hjá Uefa í sambandi við superliga-ætlanirnar.

Onki verður sagt um revsimøguleikarnar í hesum sambandi, skrivar sport.tv2.dk.

Leygardagin sendu feløgini út eitt felags skriv, har tey hildu fast um ynskið um at gera eina evropeiska superliga. Meðan hini liðini í verkætlanini vóru skjót at taka seg aftur, royna sponsku Barcelona og Real Madrid og italska Juventus at halda lív í dreymunum.

Hini níggju feløgini hava játtað seg til at vera partur av kappingarskipanini hjá Uefa í framtíðini og hava viðgingið, at superliga-verkætlanin var eitt mistak. Tað skrivar Uefa á heimasíðuni.

Samstundis skulu tey rinda eina bót á tilsamans 110 milliónir krónur. Talan er um hesi feløgini: Manchester City, Manchester United, Liverpool, Chelsea, Tottenham og Arsenal úr Onglandi, Inger og Milan úr Italia og Atlético Madrid úr Spania.

Í sambandi við at tann avtalan varð gjørd, segði Uefa, at felagsskapurin hevði brúk fyri tíð til at finna útav, hvat skal gerast við hini trý feløgini.

Tey trý feløgini harmast um, at hini feløgini í superliga-ætlanunum nú eru farin yvir í hin partin.

- Grundleggjandi trupulleikarnir, ið fingu tey 12 feløgini at kunngera Super League, eru ikki horvnir, skriva Barcelona, Real Madrid og Juventus.

Evropeiskir miðlar hava ført fram, at hesi trý feløgini skulu rokna við ikki at sleppa at spæla við í Uefa Champions League ella øðrum evropeiskum kappingum í nærmastu framtíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mai 2021

59 Leygardagur 15. mai 2021

City er meistari - Leicester á gáttini til Champions League

Liðið hjá Brendan Rodgers vann móti einum slagi av eykaliði hjá Manchester United týskvøldið. Hetta staðfesti meistaraheitið hjá City, og at Leicester allarhelst kemur í Champions League komandi kappingarár

Pep Guardiola hevur fyri triðju ferð leitt City til meistaraheitið í Onglandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú eru fáir dystir eftir í Premier League, og fleiri avgerandi spurningar eru nú svaraðir.

Sunnudagin tapti West Bromwich 3-1 fyri Arsenal, og harvið var fyrsta niðurflytingin hjá Sam Allerdyce veruleiki. Mánakvøldið tapti Fulham 2-0 á heimavølli móti Burnley, og tað hevur við sær at Fulham, eins og West Bromwich, fer beinleiðis niður í The Championship aftur. Niðurflytingin hjá Sheffield United er langt síðani staðfest.

Tað hevur verið greitt seinastu mánaðirnar, at tað helst bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Manchester City fekk meistaraheitið í hús. Síðani seint í 2020 hevur liðið hjá Guardiola verið so at siga suverent. Um vikuskiftinum tapti City fyri Chelsea, og tað varð ístaðin týsdagin, at meistarheitið varð staðfest. Tað var ikki í einum dysti, har teir í ljósabláum vóru á vølli. Tað var tó í heimbýnum hjá felagnum, sum nú hevur fimm Premier League-heiti og trý uppá fýra ár.

Leicester legði seg eisini á odda eftir tíggju minuttir, tá Luke Thomas sendi bóltin flott upp í longra málhornið. Hetta var fyrsta málið í Premier League hjá unga bakkinum, men stutt seinni javnaði glóðheiti Mason Greenwood, tá Amad Diallo fann hann, og Greenwood skapti sær meira pláss í 16-metrinum og skeyt bóltin framvið Schmeichel niður í longra málhorn. United stóð seg væl í 1. hálvleiki, men eftir stegðin var útiliðið meira omaná, og júst sum Solskjær hevði sent Rashford og Cavani á vøllin í 65. minutti fyri at fara meira eftir sigrinum, skoraði verjuleikarin Caglar Soyuncu við góðum stútara eftir hornaspark. 

1-2 gjørdist úrsltiið, og harvið liggur Leicester sera væl fyri í mun til at røkka Champions League fyri fyrstu ferð í fimm ár. Tað verður tungt hjá West Ham og Liverpool, at fáa fatur á Leicester ella Chelsea. Tað hjálpir tó nakað, at tey skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í einum av teimum seinastu umførunum. Chelsea og Leicester spæla eisini FA Cup-finalu leygardagin.

City er aftur meistari - United fær allarhelst at enda á 2. plássi. Bæði Manchester-feløgini hava eina evroepeiska finalu síðst í mánaðinum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. mai 2021