Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 29. mai 2021 | Nr. 22 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

- Tað kann gera tað sama, hvar eg búgvi

SíÐa 2

1 Leygardagur 29. mai 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Eitt landsstýri kann ikki hava illoyalar limir

Løgmaður er í svárum trupulleikum. Hann stríðist við eitt lið av landsstýrisfólkum, harav fleiri ikki tykjast hava virðing fyri hansara leiðsluhátti.

Á landsstýrisfundi í vikuni skuldi tað eita seg, at løgmaðir fekk sett teir báðar landsstýrismenninar upp á pláss, sum farnu vikuna hava tosað løgmanni beint ímóti, men vit loyva okkum at ivast.

Vit tora at halda uppá, at tað fer at vísa seg at vera ein trupulleiki fyri Bárð á Steig Nielsen sum samgonguleiðara, at hann ikki gjørdi bart eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, fór út í miðlarnar og gav koppsetingarætlanini hjá landsstýrinum eitt skot fyri bógvin.

Tí tað var so illoyalt móti landsstýrinum, at Jenis átti at verið sendur til hús.

Ikki tí hann ikki hevur røkt síni málsøki til lítar, tí tað hevur hann, hóast ein kann vera ósamdur onkrum avgerðum, ið hann hevur tikið – eitt nú ta seinastu um ikki at geva stuðul til ein film, ið viðgerð eitt evni, ið manninum sjálvum ikki hóvar.

Men tí at Jenis av Rana, við at grundgeva fyri hví hann ikki fer at lata seg koppseta, beinleiðis hevur lagt fótonglar fyri koppsetingarætlanini hjá landsstýrinum – slíkt er illoyalt, og eitt landsstýri kann ikki hava illoyalar limir.

Jenis av Rana er nevniliga ikki bara politikari og formaður fyri ein av samgonguflokkunum. Hann hevur aðrar kasjettir eisini. Hann er fyrimynd fyri ein stóran skara av trúgvandi fólkum, og so er hann eisini kommunulækni í farloyvi, og tí eru hansara tankar viðvíkjandi koppsetingarætlanini læknavísundaliga undirbygdir eisini.

Harvið rakar Jenis av Rana við sínum útsøgnum ein rættiliga stóran skara av fólki – fólki, sum antin hava fingið fyrsta prikið, og nú eru í døpurhuga um tey skulu lata seg prika aðruferð, og so má eisini roknast við, at fleiri onnur, sum ikki enn eru prikað, fara at fylgja Jenisi og ikki lata seg koppseta.

Um henda ávirkanin er so stór, at hon fer at raka ætlan landstýrisins um at geva fólkinum í Føroyum floksórin ella ikki, ber ikki til at siga enn.

Men ætlanin hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Og Jenis sleppur órevsaður.

Løgmaður er eisini komin keðiliga fyri av hinum suðringinum í landsstýrinum, sum hevur úttalað seg um ætlaða radaran á Sornfelli.

Óheppið fyri løgmann og fyri landsstýrið, men eftir okkara tykki ikki eins stórt álitisbrot, sum dømið við Jenisi av Rana.

Jacob Vestergaard dugdi nevniliga at snara radaramálið inn á sítt egna málsøki í landsstýrinum.

Eftir fatan fiskimálaráðharrans er her ikki talan um eitt verjumál, men um eitt eftirlitsmál.

Landsstýrismaðurin segði, at um ein radari skal setast upp á Sornfelli, so eigur tað at vera ein eftirlitsradari, og einum slíkum eigur føroyski myndugleikin á hesum øki, Vørn, at taka sær av.

Og Vørn er málsøki hjá Jacob Vestergaard. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 11228

    Lisnar síður: 44842

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 29. mai 2021

- Tað kann gera tað sama, hvar eg búgvi

Tað sigur Sonne Smith, sum hevur búð í Havn í 40-45 ár. Nú flyta hann og konan Kára Gunna til Tvøroyrar at búgva! Tey hava keypt eini hús har – hvørki meira ella minni

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Kendi fjølmiðlamaðurin Sonne Smith flytur úr Havn til Tvøroyrar at búgva. Men Sonne, sum er suðuroyingur, bedýrar, at tað er konan, Kára Gunna, sum fann upp á tað.

- Vit høvdu tosað um tað onkuntíð, men uttan at gera álvara av tí. Ein dagin vísti Kára Gunna mær á eini hús á Tvøroyri, sum vóru til sølu og sum hon hevði gott eyga á, og eg svaraði henni: “Keyp hasi húsini og kom avstað!”, sigur Sonne, sum ikki er ókendur á Tvøroyri.

[object Object]
Sonne í stóru verð 2-3 ára gamal – myndin er tikin á ólavsøku.

Mamman rýmdi við barnaflokkinum
Sonne vaks m.a. upp á Tvøroyri, men tað var ikki har, ið vøggan stóð. Sonne er føddur í Vági í 1946, og har búði hann fyrstu sjey árini. Systkinaflokkurin var stórur – systkinini vóru heili 11 í tali. Tá ið Sonne var 7 ára gamal, flutti hann til Tvøroyrar at búgva – men ikki bara hann.

Bróðir Sonna, William, sáli, hevur í sendingini ‘‘Credo’’ 22. november 2015 greitt frá, at eina náttina (tá ið tann elsti var fluttur heiman) fór mamman við næstan øllum barnaflokkinum umborð á Smiril. Hon hevði tikið avgerð um at flyta til Trongisvágs einsamøll við børnunum – sjey í tali og eitt undir belti.

William greiddi frá, at pápin, sum hevði góð evnir og gott arbeiði, var alkoholikari og drakk í tørnum. Tá ið tað lagið var á honum, gjørdi hann nógv um seg, hóast hann ikki var harðligur.

“[Mamma] valdi at fara burtur úr hesum her, tí tað var ein konstant hóttan, ein óbehagiligheit, sum gjørdi, at mann altíð føldi seg ótryggan”, greiddi William frá í Credo-sendingini.

Nummar eitt í skúlanum, men student var fyri tey, ið høvdu ráð
Fýra teir fyrstu mánaðirnar í fyrsta skúlaárið hevði Sonne gingið í Vági, so í Trongisvági helt hann fram 1. flokki og gekk har til og við 4. flokk. Frá 5. flokki gingu øll í Tvøroyrar skúla, og Sonne fór eisini í real- ella preliminérskúla, sum tað kallaðist (í dag høvdu vit sagt framhaldsdeild).

- Eg var hugagóður í skúlanum, og fyri at siga sum er, so var eg nummar eitt, til eg gekk í øðrum real, men so tímdi eg ikki meira, minnist Sonne, sum sigur, at orsøkin var einføld.

- Tað var biologiskt, eg fekk onnur áhugamál, sum hoyrir tannáringum til – sum t.d. at hyggja eftir konufólki.

Hetta var í fyrst í 1960’unum, og tá var ikki sum nú, at tey flestu fóru í studentaskúla. Tá var bara ein studentaskúli, og hann var í Havn. Sonne greiðir frá, at fór onkur norður í studentaskúla, so var tí onkur hevði ráð at senda børnini norður.

[object Object]
Systkini vóru ellivu í tali – 19 ár vóru ímillum tað elsta og tað yngsta. Frá vinstru: Hanna 
Maria (1953) , Josefina (1948), Sonne (1946), William (1945), Marita (1943), Marjun (1942), Ruth (1941), Heri (1939), Jens Erik (1937), Tummas Michael (1936), John (1934). Myndin er tikin í 1996


Treivst væl í Sandavági
Í umleið eitt ár – frá hann var 9 til 10 ár – hevði Sonne búð í Sandavági. Har átti hann eina mostir, Josefinu, sum var gift við Zachariasi Nielsen. Tey vóru barnleys og høvdu tikið bróður Sonna, Jens Erik, til sín.

- Mostir mín, sum var jarðamóðir og skraddari, var øgiliga góð við meg, og tað var ein deilig tíð í Sandavági, sigur Sonne.

Sonna longdist tí aftur til Sandavágs, har hann hevði fingið vinmenn, so hann fór aftur vestur til mostrina, tá ið hann hevði fingið realprógvið. Hetta var í 1962, og Sonne, sum var um 16 ára aldur, treivst aftur sum áður.

- Vit vóru nógv úti í Sandavági, eitt nú svumu vit nógv, sum eg bæði tímdi og dugdi væl, og um kvøldarnar bleiv koyrt nógv, fortelur Sonne.

Mynstraði sum messudrongur
Maður mostrina, Zacharias Nielsen, var reiðari á línuskipinum Reynsatindi, og Sonne slapp við Reynsatindi til Esbjerg at selja eina last.

- Tað var ein góð uppliving, og eg spurdi Zacharias, um eg kundi sleppa við næsta túr sum messudrongur, minnist Sonne.

Teir manglaðu ein messudrong, so tað var leyst og liðugt beinanvegin, og Sonne mynstraði við Reynsatindi. Á túrinum sum prentis hevði Sonne ríkiligt at gera, men tað gekk væl.

- Sum messudrongur skuldi eg servera fyri 26 monnum. Tørnaði út klokkan 04.30 hvønn morgun – kókaði havragreyt, setti á borðið, vaskaði upp, setti eplir út á (í sjógvi), tey skuldu dampkókast, greiðir Sonne frá um sín fyrsta túr til skips.

Hann hevði tveir frítímar, frá kl. 7.00 til kl. 9.00, áðrenn hann tørnaði til aftur: Tá var døgurðin á skránni. Nú skuldi hann ganga kokkinum til handa, áðrenn hann aftur skuldi servera fyri manningini – sunnudag í hvítari skjúrtu. Á heimreisuni varð skipið vaskað upp og niður.

Fyrsti túrurin gekk væl bæði so og so, og hevði ikki forskrekt Sonna.

[object Object]
Mynstraður sum dekkari til Nýfundlandstú við Reynsatindi 1965. Sonne er nr. 5 frá vinstru

Lívið sum dekkari var hart
- Mostir gav mær tablettir við, um so var at sjóverkurin kom á meg, men tað rein ikki við, sigur Sonne, sum leggur afturat, at veðrið var av tí allar besta.

Hann ivaðist ikki, tá ið hann fekk kjans at fara við Reynsatindi seinni, nú sum dekkari. Tað var annað lívið – men ikki fyri tað góða!

- Tað var ómetaliga hart fyri ein ungan, óroyndan drong, men eg kempaði og megnaði tað, sigur Sonne.

Tað bleiv til tríggjar túrar, alt salfiskatúrar: Ein túr í Grønlandi, ein túr undir Føroyum og ein túr í Nýfundlandi.

- Á fyrsta túrinum, í Grønlandi, hevði eg sjóverk í eina mánað, sigur Sonne og greiðir frá, at tann túrurin var ikki uttan dramatikk.

Gud havi lov, vit fingu um skrúvuna
Reynsatindur sigldi inn í Julianehåbsvíkina í sjaskveðri og rendi á eitt sker.

- Tað kom eitt hol upp á tríggjar føtur í botnin, men tíbetur var holið ikki upp í gjøgnum, har var ein vatntangi í millum, annars høvdu vit fari til botns, greiðir Sonne frá.

Eftir grønlandstúrin fór Reynsatindur ein túr undir Føroyar, og tað var bart út sagt illveður – ódn – í tveir mánaðir.

- Vit fingu stórt sæð bara brosmu at blóðga, so tað var ikki hugaligt, sigur Sonne um hendan buldraliga túrin, sum mátti brótast av, tí teir fingu um skrúvuna.

- Guð havi lov! Vit gleddust, tá ið vit fingu um skrúvuna og máttu inn á Miðvág í tveir dagar.

Tað var ein Harrans lætti at sleppa frá rullinum og at blóðga brosmu eina løtu, suffar Sonne.

Kann tosa uppi í um Ný Fundland
Á seinasta túrurinum í karrieruni hjá Sonna sum sjómaður gekk leiðin til Nýfundlands, á Grand Bank. Nýfundlandsfiskiskapurin og alt, sum hekk uppi við, hevur verið nógv frammi seinnu árini – eitt nú gjørdi Zacharias Hammer ein film um evnið, og eisini er ein facebook-bólkur, sum eitur ‘Flemish Cap siglarar’.

- Eg kann tosa uppi í, tá ið menn tosa um St. John’s í New Foundlandi. Eg upplivdi tað sum allir tosa um har, sigur Sonne.

Sonne vísir á, at teir flestu siga, at tíðin á sjónum var ein góð tíð, men tað var hon ikki fyri hann. Tá ið hann skal taka samanum sína tíð á sjónum, so er tað skjótt gjørt:

Fekk einki burturúr at vera sjómaður
- Eg kann siga tað við fáum orðum: Eg fór til sjós bara fyri at forvinna pening, so eg kundi fara upp á skúla. Men úrtøkan var heilt óluksáliga vánalig, so eg fekk snøgt sagt einki burturúr at vera sjómaður, sigur Sonne, sum leggur afturat, at honum longdist illa – eisini eftir at sleppa at liva lívið á landi.

Sonne fór í land og arbeiddi í Havn eina tíð. Fyrst nakrar mánaðir á goymsluni hjá Poul Hansen, sum var niðri á kaiini tá, og síðani eitt ár á skrivstovuni hjá entreprenørfyritøkuni Danberg & Joensen, sum var yviri við Strond.

Ein fagran dag í 1965 ringdu tey úr Sjóvinnubankanum (fyrrverandi føroyskur banki, sum fór av knóranum í 1990’unum). Sonne hevði søkt um lærupláss har, og nú ringdi bankin fyri siga honum, at hann hevði fingið lærupláss. Men Sonne tók ikki av.

Fátækur sum kirkjurottan, hini høvdu Volvo
- Tá hevði eg tikið avgerð um at fara til Danmarkar at lesa á handilsskúlanum Niels Brock í Keypmannahavn, sigur Sonne.

Men nýinnskrivaði føroyski studenturin fekk ein skelk so stóran, tá ið hann møtti á danska lærustovninum, at hann mest sum straks fór heimaftur.

- Hinir næmingarnir møttu upp í klædningi og høvdu ein Volvo-bil standandi á
parkeringsplássinum – ríkamannasynir. Eg var fátækur sum kirkjurottan og mundi doyð í hungri. Hetta kultursjokkið var so stórt, at eg vendi nøsina heimaftur beinanvegin!

Heimkomin arbeiddi Sonne í málingahandlinum Ælaboganum í Havn, og har var hann í eitt ár. Tá vóru ríðini frá skelkinum frá Niels Brock avhasað, og hann fór til Odense at lesa. Eftir eitt stríggið tørn við 26 próvtøkum stóð Sonne við hægri handilsskúlaprógvi í hondini.

[object Object]
Sonne í 1970’ara-stíli

Hjá Radio-Karli og á Vestmanna Skipasmiðju
Eftir eitt slíkt kom tað væl við at kunna spenna frá, eitt nú í Tivoli. Har rendi Sonne seg eitt kvøldið í Radio-Karl, sum eldri havnarfólk vita um at siga. Karl bjóðaði Sonna arbeiði í Radiohandlinum, og Sonne tók av og arbeiddi har árini 1968-1971.

- Tað var ein praktfull tíð í Radiohandlinum, sigur Sonne.

Meðan hann arbeiddi í Radiohandlinum tók bróðir Sonna, John, við sum stjóri á Vestmanna Skipasmiðju. Byggingin av Stapanum, Sundaenni og Thomas Nygaard var á skrá, og Sonne fekk arbeiði á skrivstovuni har. Høvuðsarbeiðið var at krevja pengar inn, ofta var talan um sonevndar ‘transportar’.

- Tað var tungt, men gekk sum tað skuldi, greiðir Sonne frá, sum greiddi setningin at fáa 1,5 millión krónur inn.

“Hví fert tú ikki at lesa til journalist?”
Eftir eitt ár í Vestmanna fór Sonne heilt aðra starvsleið. Tá fekk hann starv í plátuarkivinum hjá Útvarpi Føroya, sum tá helt til á Bryggjubakka – eins og Radio-Karl. Sonne var ikki ókendur í útvarpinum.

- Í Radiohandlinum seldu vit tónleikaanlegg og grammofonplátur, so tey ringdu úr
útvarpinum og spurdu, um eg kundi gera poppsendingar, og tað gjørdi eg eitt drúgt skifti, sigur Sonne, ið sostatt longu var húsvandur í útvarpinum, tá hann byrjaði í plátuarkivinum.

Eitt tekur annað við sær. Meðan Sonne arbeiddi í útvarpsarkivinum, kom ein danskur journalistur – Jens Winther – til Føroya at fylgja fólkatingsvalstríðnum í 1973, og tað broytti lívsleiðina.

- Vit blivu sera ómetaliga góðir vinmenn og ferðaðust saman, eitt nú til valfundar heima á Sandi, og hann spurdi meg, hví eg ikki fór at læra til journalist, fortelur Sonne.

Journalistur í Útvarpi Føroya
Danski journalisturin skrivaði til leiðsluna á journalistháskúlanum, har hann man hava lagt eitt gott orð inn fyri Sonna. Sjálvur skuldi Sonne bara skriva tíggju reglur um seg sjálvan.

- Upp á tað slapp eg inn og bleiv liðugur í 1977. Á skúlanum tók eg heimspolitikk sum sergrein. Sum ein partur av útbúgvingini endaði eg við at fara til USA saman við fleiri í ein heilan mánað. Hetta var júst upp undir forsetavalið, tá ið Jimmy Carter bleiv valdur, minnist Sonne aftur á.

Sonne var níggju mánaðir í praktikk í Danmarks Radio, av teimum tríggjar í sjónvarpinum, og níggju mánaðir í Útvarpi Føroya. Heimkomin bjóðaði útvarpið honum arbeiði, og har starvaðist Sonne í fleiri ár.

Soleiðis man Sonne vera best kendur manna millum, sum fjølmiðlamaður. Tey eldru minnast hann best frá tíðindunum og aktueltsendingum, kanska serliga sendingum um altjóða viðurskifti.

Okkurt skifti var Sonne burturfrá. Tveir ísfiskatúrar í Ísland við Polarborg II við Sonna Johannesen sum skipara, og hesa ferð – hetta var í 1978 – vóru avrokningarnar trivaligar. Í tvey ár var hann í lýsingarvinnuni, hjá Team 85 og hjá Ingvør Nolsøe.

[object Object]
Óla Jákup Rólantsson og Sonne í Rás 2 eftir at loftmiðlamonopolið var tikið av við lóg

Rás 2 noyddi Útvarp Føroya at spenna seg út
Tá ið Sonne fór úr útvarpinum fór hann at arbeiða á nýggju útvarpsstøðina Rás2, sum varð sett á stovn, tá ið Útvarp Føroya misti sína lógartryggjaðu monopolstøðu.

- Tað vóru ikki nógvir pengar at arbeiða við og ikki nógv fólk heldur. Okkara avbjóðing var at mynda nýggja fjølmiðlapallin, meðan Útvarp Føroya skuldi venja seg við nýggja fjølmiðlaveruleikan, sigur Sonne.

Hann vísir á, at fjølmiðlamastodonturin, sum hevði verið einsamallur síðani 1957, í fyrstani legði ymiskar fótonglar.

- Men KvF kom sum frá leið eftir, at tað var ikki gongd leið. Nógvar av sendingunum hjá KvF, sum í dag tykjast sjálvsagdar, eru úrslit av, at KvF mátti spenna seg út fyri ikki at missa lurtarar til teir meira brasnu kappingarneytarnar, hugleiðir Sonne og vísir á morgunsendingina sum kendasta dømið.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Kann arbeiða hvar sum helst
Seinastu mongu árini hevur Sonne verið fríyrkismaður. Eitt skifti skrivaði hann fyri
Dimmalætting, og síðani hevur hann rættlisið, skrivað bløð, faldarar og greinar upp á rokning.

- Og tað er akkurat tað, mær dámar best, sigur Sonne.

Og so eru vit aftur við flytingina úr Havn til Tvøroyrar.

- Havi eg eina teldu og netsamband, so kann eg arbeiða, líka mikið, hvar eg eri staddur, sigur Sonne.

At trívast verður eingin trupulleiki, tí Sonne trívist, sama hvar hann er býr. Men er tað so ein havnarmaður, tvøramaður ella vágbingur, sum møtir upp í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri?

“Jeg eri suðuroyingur!”
- Nei, ikki havnarmaður, hóast eg havi búð leingi í Havn og trivist væl. Í Vági vilja tey hava mjeg at vera vágbing, á Tvøroyri vilja tey hava mjeg at vera tvøramann. Men jeg havi sagt teimum, at jeg eri suðuroyingur!

Bæði Sonne og Kára Gunna gleða seg til nýggju tilveruna í Suðuroy. Ymiskt skal gerast við húsini og rundan um, men tann verkætlanin er farin í gongd, tí tey hava longu verið har suðuri fleiri ferðir.

Detaljurnar í tí málinum mugu bíða til eina aðru ferð, tí Sonne er farin at hyggja eitt sindur tíðum at klokkuni. Hann er motorsúkklu-entusiastur, og í dag er bikara-gudstænasta í Eysturoynni, og Sonne skal inn “at heilsa upp á vinirnar!”, sum hann sigur.

[object Object]
- Eg eri elski motorsúkklur, m.a. tí at eg eri uppvaksin við motorsúkklum. Beiggi mín Tummas Michael, sum var 10 ár eldri enn eg, hevði motorsúkklu. Síðst í 1950’unum fóru hann, John bróðir og Áki Dimon víða um í Europa á motorsúkklum og endaðu heilt niðri í Spania

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

3
Leygardagur 29. mai 2021

- Mamma hevur verið óvanliga sterk sálarliga

-

Lívið lá opið framman fyri Mariu Strøm, men lagaði seg ikki, sum hon hevði ímyndað sær. Í einari tíð, har orðtakið 'fingin er fest kona' gav meining, valdi hon at fara úr hjúnalagnum við børnunum, hóast einki alment trygdarnet var
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Mamma Sonna, Maria Smith, var úr Trongisvági. Hon var dóttir Johannu og Thomas Michael Strøm, sum eitt skifti var bedingsmeistari, tingmaður og skipa- og húsasmiður. Hann var sjálvstýrismaður fyrst, men Sonne roknar við, at P.M. Dam – versonurin – má hava fingið hann umvendan, tí abbin varð javnaðarmaður seinni. Hann var ein av teimum, ið stovnaðu Fylking; søgan um Fylking er lýst í bókini Fylking hjá Jóannesi Dalsgaard.

Maria, sum var eitt av 13 systkjum, lærdi til frisørdamu hjá Lily Dam í Havn, systir P.M. Dam.

Ein stór avgerð
- Hon var sum skilst sera vøkur, og tað man hava verið ein høvuðsatvoldin til, at pabba, William Smith, fall fyri henni, sigur Sonne.

Tá ið Maria avráddi at flyta úr Vági til Tvøroyrar við børnunum hevur tað verið ein stór og trupul avgerð.

- Tað skal ein óluksáliga sterk persónligheit til at taka slíka avgerð: Hon fer frá manninum, sum hon hevur livað saman við í fleiri ár longu, og hon skilir okkum børnini frá pápa okkara. Og hon ger tað í einari tíð, tá ið eingin almenn skipan var, sum loftaði henni fíggjarliga, sigur Sonne.

- Kommunan kundi samtykkja at hjálpa, og hvønn mánað fór mamma á
kommunuskrivstovuna eftir einum 100-krónuseðli, minnist Sonne.

[object Object]
Foreldur Sonna: Maria f. Strøm (f. 1914) og William Smith (1910)

Treiskni, ljóst sinni og hjálp frá góðum fólki
- Mamma má hava verið ómetaliga sterk sálarliga og treisk. Hon bardi seg ígjøgnum tey ógvuliga tungu árini eftir skilnaðin tíðliga í fimmtiárunum. Hon klipti og bant, arbeiddi sum økonomaassistentur á sjúkhúsinum á Tvøroyri og annað mangt. Lat tað vera sagt, at hon stríddi seg ígjøgnum við hjálp frá góðari familju, sigur Sonne, sum ikki ivast í, at mamman hevur havt nógvar vøkunætur, bæði áðrenn og eftir flytingina.

At tað bar til at fáa so nógv børn undan var kanska ikki minst tí, at hon hevði eitt ljóst sinnalag, altíð láturmild og hevði har afturat ein framkomnan humoristiskan sans. Tað Sonne veit um, so var mamma hansara væl lýdd allastaðni.

Maria var væl lýdd
- Hon var í bindiklubba og bridgeklubba á Tvøroyri og var annars nógv hjá sínum vaksnu, giftu børnum. Hon var ein burturav populer omma fyri síni ommubørn, bæði her í Føroyum og í Danmark, har William búði. Hon ansaði ommubørnunum, og tey elskaðu hana, sigur Sonne.

Sonne og øll systkini fluttu av oynni, men sambandið millum tey og mammuna var altíð sera gott – hóast samskiftismøguleikarnir vóru øðrvísi tá.

- Hon elskaði at fáa brøv frá okkum, tá ið vit vóru floygd, sigur Sonne.

Maria var meira enn ein mamma. Sonne sigur, at systkini og mamman vóru sera væl.

Høvdu eitt serligt samband
- Vit áttu ikki bara eina mammu, men eina vinkonu, sum altíð var fús at hjálpa, har hon kundi og dugdi, og tað dugdi hon væl. Hon helt sum heild við okkum, men kundi tó saktans koma við onkrari reprimandu, tá ið á stóð, sigur Sonne.

- Vit vóru ógvuliga kedd, bangin og stúrin, tá ið hon var sjúk. Hon hevði giktfepur og gallherðindi, minnist Sonne ilt aftur á.

- Sjálvur var eg tað, vit róptu, ein passionerað mammureyv. Eg minnist frá óvitaárunum í Vági, at fann eg hana ikki í stundini, so fór eg sum eitt fok um øll húsini at leita, og allar hurðar stóðu víðopnar, til eg fann hana. Hon var mín uggi og mentor, og eg helt, at hon hevði altíð rætt.

Maria doyði bara 70 ára gomul í 1985.

[object Object]
Við tíðini kom eitt ávíst samband millum pápan og børnini, serliga tey elstu. Her eru feðgarnir William og John Smith amyndaðir í Keypmannahavn, tá ið John arbeiddi hjá Burmeister & Wain. William doyði í 1978, 68 ára gamal


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

4
Leygardagur 29. mai 2021

Eg var flóvur av at vera baptistur

-

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Mamma Sonna var kirkjufólk og barndoypt, meðan pápin var uppvaksin í brøðrasamkomuni.

Í nevndu Credo-sending greiddi beiggi Sonna, William, frá, at á tí økinum var tað omman í Vági, sum hevði dirigentpinnin.

- So eg eri uppvaksin sum baptist, havi gingið í sunnudagsskúla hjá brøðrunum í Vági og á Tvøroyri. Og tá ið eg flutti til Trongisvágs og Tvøroyrar, so gekk eg í Salem, fortelur Sonne.

- Eg var flóvur av at vera baptistur. Tað hevði einki við brøðurnar sum so at gera – tað var nakað inni í mær sjálvum, sigur Sonne.

- Sum baptistur var man ‘plaseraður’ so at siga, og tá ið mann so kom í konfirmatiónsaldurin, so var tað eisini ein óluksáliga vánalig forrætning at vera baptist.

[object Object]
Sonne um konfirmeringsaldur, men sum baptistur bleiv hann ikki konfirmeraður 

- Vit fingu ongar gávur – Ronson-tendrarar, ur og pengar, sum konfirmeraðu javnaldrarnir, so tað vigaði lítið upp ímóti, at vit sluppu undan katekismus í skúlanum!

Hóast hetta, so gekk Sonne í Salem. Hóast talaða orðið fyri tað mesta fall í gaddajørð og bar ikki ávøkst, so hevur hann eisini góð minnir. Um tað besta og mest minniliga ivast hann ikki:

- Á einum samfelagsmøti hoyrdi eg fyri fyrstu ferð Ingálv av Reyni og Sunnuvá Háberg syngja, tað var fantastiskt, ein opinbering, sigur Sonne, og hann umrøðir tað á slíkan hátt, at hetta var stórt, sum tikið verður til.

Sonne veit ikki, um hann nakrantíð konverteraði, men doyptur bleiv hann so – í
Fólkakirkjuni.

- Tá ið eg skuldi til skips fyrstu ferð, vildi Josefina-mostir ikki lata meg fara uttan at vera doyptur. Tað kom ikki upp á tal, so eg bleiv doyptur í Sandavágs kirkju, áðrenn eg mynstraði fyrsta túrin, greiðir Sonne frá. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

5

Størv

Mekanikari til verkstaðið

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Tváttur søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at starvast fulla tíð

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

Skrivstovufulltrúi/Skrivstovufólk til Fróðskaparsetrið

Meira Umsóknarfreist: 23. mai 2024

Royndur maskinførari

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Fulltrúi til Heilsumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Næmingar til grannskoðan

Meira Umsóknarfreist: 27. mai 2024

Vísindastarv í støddfrøði, kt-didaktikki og/ella náttúru & tøkni á Námsvísindadeildini

Meira Umsóknarfreist:

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

Tveir útbúgvingarleiðarar til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 20. mai 2024

Talgreinari til Granskingarráðið

Meira Umsóknarfreist: 29. mai 2024

Smiður

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024
6
Leygardagur 29. mai 2021

- Mær dámdi best søgu og landalæru

-

- Eg elskaði at hoyra um fjarskotnar mentanir og lond, sigur Sonne, sum her er avmyndaður í Colesseum í Rom, bygt árini 70-80 e. Kr.
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Flestu okkara duga at siga, hvørjar lærugreinar okkum dámdi best í skúlanum. Hjá Sonna er eingin ivi.

- Mær dámdi nógv best landalæru og søgu. Vit høvdu ta tiltiknu Elgerdu Jacobsen í
landalæru, og tað var forvitnisligt at læra um verðina – um lond, um býir, vøtn og høv. Í søgu høvdu vit Erling Eidesgaard – eg elskaði at lesa og hoyra um rómverjar, grikkar, persar og aðrar fjarskotnar mentanir og lond.

Lurtaði eftir ‘Voice of America’
Sonne sigur, at tað gongur ein bein linja frá tokkanum til lærugreinarnar søgu og landalæru til áhugan fyri uttanríkispolitikki.

- Longu í skúlaárunum sat eg við oyranum inni í radiotólinum og lurtaði eftir ‘Voice of America’ – eg var púra bergtikin, sigur Sonne.

Sostatt var tað ikki av tilvild, at Sonne valdi uttanríkispolitikk sum sergrein á
journalistháskúlanum. Á Útvarpi Føroya fekst Sonne mest við tíðinda- og aktueltsendingar, í báðum førum við uttanríkispolitiskum evnum.

Vita einki um verðina
Sonne heldur, at tað er stórt spell, at lærugreinir sum landalæra og søga ikki eru raðfestar longur í fólkaskúlanum, tí at úrslitið vísir seg at vera, at ung og eldri enn ung vita lítið og einki um verðina.

- Tað er skilligt, tá ið vit hoyra tíðindi uttan úr heimi í okkara fjølmiðlum. Okkara verð er um at gerast søguleys, og tað er ein vanlukka í miðlahøpi, sigur Sonne, sum heldur, at viðhvørt hevði tað verið gott við einum sindri av paratvitan, um ikki annað.

Góðan, gamlan skúlaskap, takk!
- Vit hoyra sjálvandi nógv um Brexit, val í Bretlandi og USA, men hvussu við Kina? Hvussu við India? Hvussu við Látínamerika? Hvussu við Australia? spyr Sonne retoriskt, og ripar skúlapolitiska trumfin á borðið við avgjørdum eygnabrái:

- Vit hava brúk fyri góðum, gamaldags skúlaskapi aftur!

Sendingarnar, sum Sonne gjørdi saman við Hans Holm um mest sum øll heimsins lond og um jødarnar og indianararnar fyri nøkrum árum síðani, eru minniligar. Grundað á sendingarnar skrivaði Sonne bøkurnar ‘Søgan um jødarnar’ (2010) og ‘Søgan um indianararnar’ (2011).

[object Object]
- Eg haldi, at vit gerast meira og meira søguleys, og tað er ein óheppin gongd. Vit hava brúk fyri góðum, gamaldags skúlaskapi aftur, heldur Sonne, sum her er avmyndaður framman fyri Grátimúrin í Jerusalem í 2013


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

7 Leygardagur 29. mai 2021

Føroyar fingið atlimaskap í WHO

Ársfundurin hjá heimsheilsustovnurin samtykti mikudagin einmælt føroysku umsóknini um atlimaskap

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í WHO. Føroyar eru nú atlimur í felagsskapinum, uttan atkvøðurætt, men við talurætti og rætti at taka upp mál í felagsskapinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar fingu mikudagin atlimaskap í Heimsheilsustovninum WHO. Hetta hendi á ársfundinum hjá WHO.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um, at Føroyar hava fingið atlimaskapin, tí hetta er tann týdningarmiklasti felagsskapurin at vera partur av, tá tað snýr seg um heilsu, heilsukreppur og kreppustýring í tí sambandi.

- Beinanvegin, sum eg tók við sum landsstýrismaður, setti eg mær fyri at fáa málið um føroyskan atlimaskap í WHO avgreitt skjótast gjørligt. Eg eri tí sera glaður fyri, at henda tilgongdin hevur gingið so skjótt og væl, og Føroyar nú í dag eru vorðnar atlimaland í WHO, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

WHO heldur í hesum døgum ársfund, sum verður hildin sum videofundur vegna koronu. Í morgun var umsóknin um føroyska atlimaskapin á skrá, og var hon einmælt gingin á møti.

Nú Føroyar hava fingið atlimaskap í WHO, helt Kaj Leo Holm Johannesen eina røðu, har hann takkaði limalondunum í WHO fyri ta vælvild, tey hava sýnt Føroyum í sambandi við umsóknina um føroyskan atlimaskap.

Í takkarrøðu síni legði Kaj Leo Holm Johannesen, dent á stóra týdningin, sum WHO-atlimaskapur hevur fyri framhaldandi menningina innan føroyska heilsuøkið.

- Við atlimaskapinum fáa Føroyar nú atgongd til virðismikla vitan og gransking á heilsuøkinum, sum vit ikki høvdu atgongd til frammanundan, og vit fáa møguleika at knýta virðismikil sambond og samstørv við onnur lond á hesum øki, segði landsstýrismaðurin millum annað.

Við atlimaskapinum fylgja at kalla somu skyldur og rættindi, sum fullgildur limaskapur gevur. Tó hava Føroyar ikki atkvøðurætt á ársfundi og nevndarfundum hjá WHO. Men Føroyar hava talurætt, og kunnu eisini biðja um at fáa egin mál sett á dagsskránna fyri hesar fundir.

Kaj Leo Holm Johannesen væntar sær nógv av limaskapinum, men hann væntar eisini, at Føroyar hava okkurt at bjóða afturfyri. Heimurin er í einari áleikandi heilsukreppu orsakað av koronufarsóttini, og í síni takkarrøðu vísti landsstýrismaðurin á góðu gongdina her heima.

- Føroyar hava verið í fremstu røð, tá tað ræður um at menna kanningarhættir, úrslitagóða smittusporing, sóttarhald, koppseting og basa covid-19-smittuni. Og samanumtikið eru vit heilsuliga, samfelagsliga og búskaparliga sloppin væl undan heimsfarsóttini, segði hann.

At Føroyar gerast limur júst nú, tá korona leikar á, ger bara týdningin av hesum limaskapi enn sjónligari, heldur landsstýrismaðurin, tí tað er ikki minst, tá tað ræður um kreppustýring í vandastøðum sum hesari, at WHO-limaskapur av álvara vísir sítt virði.

- Føroyar hava frá byrjan fylgt leiðreglunum hjá WHO um, hvussu vit skulu bera okkum at í sambandi við hesa farsóttina. Men nú sleppa vit so eisini fram at har, sum avgerðirnar verða tiknar, vit fáa atgongd til alla ta nýggjastu vitanina og granskingina beinanvegin, og vit hava eisini møguleika at koma við okkara íkasti og hava ávirkan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

8 Leygardagur 29. mai 2021

27.000 ferkilometrar lagdir afturat føroyska landgrunninum

Markasemjan við Ísland og Noreg um eitt øki norðan fyri Føroyar staðfest á fólkatingi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danskir miðlar skrivaðu mikudagin, at ríkisfelagsskapurin nú er vaksin við einum øki á 27.000 ferkilometrar.

Hetta eftir, at fólkatingið týsdagin góðkendi avtaluna, sum Ísland og Noreg hava gjørt við kongsríkið Danmark um býtið av einum øki av landgrunninum norðan fyri Føroyar.

- Í eini tíð við øktum stórveldisáhugamálum kunnu vit vera errin av, at Norðurlond og ríkisfelagsskapurin ganga á odda og vísa, at diplomati er vegurin fram, sigur Jeppa Kofod, uttanríkisráðharri í einum tíðindaskrivi frá danska uttanríkisráðnum, sum boðar frá, at kongsríkið nú er víðkað við einum øki svarandi til støddina á Jútlandi.

Formligi sáttmálin varð undirskrivaður í 2019.
Les grein á oljan.fo: Jarðfeingi við til at gera Føroyar størri   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

9 Leygardagur 29. mai 2021

Løgmaður: Íslendingar og føroyingar kunnu samstarva nógv meir

Íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður

Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Lms.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samstarvið millum Føroyar og Ísland kann styrkjast munandi. Hetta vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, samdir um, tá ið teir hittust í Reykjavík farna vikuskiftið.

Løgmansskrivstovan skrivar á heimasíðuni, at íslendska uttanríkisráðið leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast. Hetta er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður.

- At íslendingar seta tíð av at arbeiða við viðurskiftunum við okkum, vísir greitt, at tey virðismeta sambandið við føroyska samfelagið, og vilja styrkja tað, segði løgmaður eftir fundin.

Millum umrøddu møguleikarnar fyri øktum samstarvi vóru millumlandahandil, flutningsvinna, fiskivinna, alivinna, gransking og útbúgving.

Fundurin við íslendska uttanríkisráðharran kom í kjalarvørrinum av ráðharrafundi í arktiska ráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

10 Leygardagur 29. mai 2021

12.600 gistingar í apríl

Støðið á gistingum nærkast 2018-tølunum, men er langt undir metárinum 2019

Hotel Brandan (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku gistingarhúsini høvdu 12.637 gististingar í apríl mánaði í ár.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Tað bendir á, at gistingartølini eru við at nærkast normalinum, sum varð galdandi áðrenn koronafarstóttina.

Apríl mánaði í fjør var tann slakasti av øllum, hvat gistingum viðvíkur. Tá vóru einans 1.384 gistingar skrásettar.

Í metárinum 2019 vóru góðar 14.000 gistingar í apríl, meðan talið í ár líkist meira 2018, tá tað vóru knappar 13.000 gistingar í apríl. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

11 Leygardagur 29. mai 2021

Túsundtals dekk malin á kvørn

Í fjør vórðu 118 tons av dekkum brend á kommunalu brennistøðini í høvuðsstaðnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kommunala Brennistøðin byrjaði í 2019 at gera uppgerð yvir móttikin dekk. Nýggjastu tølini vísa, at í fjør vórðu 118 tons av dekkum brend.

Í fjør keypti Brennistøðin eina kvørn, sum fillar dekkini sundur í smá petti. Hetta ger tað nógv lættari at blanda dekkini við burturkastið, sum skal brennast.

Í fjør fekk Brennistøðin eisini eina dekkmaskinu, sum tekur felgurnar úr hjólunum. Hetta ger arbeiðið at fáa dekkini í kvørnina nógv skjótari.

Tilsamans tók Brennistøðin móti 76 tonsum av dekkum frá bilvrakum og 155 tonsum av leysum dekkum í fjør. Av hesum vórðu sum nevnt 118 tons brend, restin liggur á goymslu.

Umhvørvisgóðkenningin hjá Brennistøðini gevur undantaksloyvi at brenna dekk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2021

12 Leygardagur 29. mai 2021

Koks eitt fet nærri nýggjari matstovu við Fossdalsgjógv

Tórshavnar býráð samtykti hósdagin at broyta serstøku samtyktina fyri Fossdalsgjógv, so Koks kann byggja har. Nú verður málið sent Býaskipanarnevnd Landsins

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Málið um Koks og Fossdalsgjógv við Velbastað, verður nú sent Býarskipanarnevnd Landsins, sum skal gera tilmæli til Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sum síðani skal taka avgerðina.

Tórshavnar kommuna samtykti hóskvøldið, at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv, so Michelin-matstovan sleppur at byggja nýggja matstovu har.

11 býráðslimir atkvøddu fyri meðan ein atkvøddi ímóti. Annfinn Brekkstein atkvøddi blankt.

Fimm mótmæli og viðmerkingar eru komnar ta broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

13
Leygardagur 29. mai 2021

Fransar, Fáskrúðsfjørður og Norrøna

-

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

Umborð á “nýggju” stásiligu Norrønu hevur Smyril Line fingið tað sera góða hugskotið at prýða nógvar veggir við risastórum fotostatum av gomlum myndum. Her eru myndir av gomlu Havnini og myndir kring Føroyar, forkunnugar myndir frá gamla Seyðisfirði og so fleiri myndir frá “fransatíðini” í Íslandi.

Longu seinast í 1700 byrjaðu fransar at veiða tosk við Íslands strendur. Henda veiðan menti seg nógv, og voru tað serliga skip úr Dunkirk og harumleiðir sum fóru til Íslands og mesta talið av skipum, sum royndi mundi liggja millum 200 og 300. Fiskurin varð saltaður umborð í tunnur.

Um 1860 gav henda stóra vinnan arbeiði til umleið 6000 fólk heima í Dunkirk. Tað var harðbalið við Ísland, og tað er mett at eini 400 skip við 5.000 monnum sjólótust. Fransar góvust at fiska har umleið fyrsta Heimsbardaga.

Um ár 1900 verður eitt hospital og eitt kapell bygt av fransum í Fáskrúðsfirði at stuðla og hjálpa fronsku fiskimonnunum.

[object Object]

Hospitalið var i 2014 gjørt um til eitt sera áhugavert savn, sum verður nogv vitjað eisini av føroyingum. Savnið gevur eina sera livandi mynd av hesum franska tíðarskeiðinum í Islandi. Ein kennir sera nógv aftur frá okkara egnu sluppfiskatíð, tað vóru nógvir føroyingar til lands á Fáskrúðsfirði, og hava teir uttan iva havt nógv samband við fransar og mann okkara lippukassi verða komin frá fransmonnum.

Á Fáskrúðsfirði er eisini en franskur kirkjugarður og eitt monument yvir hesar fransar, sum sjólótust við Íslands køldu strendur, og á hvørjum ári eru nógvir franskmenn og belgiar, sum fara við Norrønu til Fáskrúðsfjarðar at vitja kirkjugarðin og minnast síni sum lótust har.

Tað eru nógvar heimildir um sambandið millum fransar og íslendarar. Fransar vóru hugtiknir av hvussu væl íslendingar dugdu at tosa latín og at telva, men hildu tað vera løgið, at islendingar dugdu ikki at dansa, og eisini hildu teir at íslendingar smakkaðu sær ov nógv á løgin, sum danskir handilsmenn seldu.

Tað er sum sagt sera áhugavert at síggja á myndunum umborð á Norrønnu. Tað verður lítið og onki gjørt her heima á landi at dokumentera tað sum er farið á slíkan hátt, sum Smyril Line hevur gjørt og eg vóni og vænti, at fleiri verða kveikt at gera tað sama á td., Tvøroyri, Havn og Klaksvík, har hópurin av myndatilfari framvegis finnst.

Johan Mortensen 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

14 Leygardagur 29. mai 2021

Uppskot um undirsjóvarmetro millum Nólsoy og Tórshavn

Arkitektarnir Albert Isfeld og Jóannes Petersen skjóta upp, at ein metro verður gjørd um Nólsoyarfjørð. Verkætlanin verður mett at kosta umleið 200 milliónir

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Av Bursatanga og til keiøkið í Nólsoy í einum metrovogni, sum vit kenna tað úr stórbýum uttanlands.

Tað skjóta arkitektarnir Albert Isfeldt og Jóannes Petersen upp. Teir hava havt framløgu av verkætlanini um undirsjóvarmetro-sambandi í Nólsoy, og fólk vóru positiv um hetta.

- Eg haldi at øll sum vóru á fundinum vóru positiv um verkætlanina, sigur Albert Isfeld við útvarpið.

Talan er um metro við einum vogni til ferðafólk og ætlandi skulu tveir bilar kunna vera við á hvørjum túri eisini.

- Heldur enn at betra um eina skiparutu, verður farið undir ein alternativan máta at gera samband millum Nólsoy og Havnina. Vit hava eina fyrieikingartíð upp á eitt hálvt ár, og tað fer at taka umleið tvey ár at byggja tunnilin, sigur Albert Isfeld um uppskotið.

Verkætlanin verður mett at kosta umleið 200 milliónir krónur ella tað sama sum tvey skip kosta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2021

15 Leygardagur 29. mai 2021

Onkur spældi Miðflokkinum eitt puss

Tíðindaskriv varð sent út um at Miðflokkurin vildi hava Tórshavn at broyta navn til Guðshavn

Bill Justinussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrapartin mikudagin varð eitt tíðindaskriv sent fjølmiðlunum frá “Miðflokkinum á tingi”, har greitt var frá, at Miðflokkurin hevur ætlanir um at broyta navnið á landsins høvuðsstaði frá Tórshavn til Guðshavn.

"Hóast eg hvønn dag vakni fegin og stoltur av okkara kristnu tjóð, so harmist eg eisini at vit áhaldandi standa sum ein varði til farna heidna trúgv. Navnið á okkara høvuðsstaði er ein spottan móti okkara felags kristna arvi," verður formaður Miðfloksins, Jenis av Rana siteraður fyri at siga í tíðindaskrivinum.

Brævið kom frá eini teldupostadressu, sum eitur [email protected]. Henda adressa plagar ikki at senda tíðindi frá Miðflokkinum, og tí vendu vit okkum til tingbólkaformannin í flokkinum, Bill Justinussen.

Hann flenti bara, tá vit lósu upp úr tíðindaskrivinum.

- Hatta er gott skemt, men ikki nakað, sum Miðflokkurin hevur nakað við at gera, sigur Bill Justinussen læandi.

Norðlýsið, lokalblaðið í Klaksvík, varð, okkum kunnugt, fyrsti miðil at bera "tíðindini", men var eisini skjótur at avsanna tey aftur.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

16 Leygardagur 29. mai 2021

Bjargingararbeiðið er byrjað

Nú skal fóðurflakin á Víkum, Hellutangi, bjargast. Drúgva arbeiðið byrjaði í gjár

(Mynd: Sverri Egholm, 12. apríl 2021)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kyrt var á Víkum í gjár, og tí eru kavarar og onnur farin til staðið, og arbeiðið at fáa Hellutanga aftur at flota byrjaði í gjár.

Tað upplýsti Atli Gregersen, stjóri í alifelagnum Hiddenfjord, sum eigur flakan, fyri VP.

Ætlanin er at pumpa luft í rúmini undir dekkinum, og soleiðis seta trýst á, og vónandi fáa sjógvin úr flakanum og fáa hann at flóta, sigur Atli Gregsen.

Hetta er stórarbeiði, og tað er ikki greitt hvussu langa tíð tað fer at taka.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm, 12. apríl 2021)

Tað var í illveðrinum 5. apríl, at fóðurflakin sum hevur ligið fortoyðaður á Víkum, sleit. Hann rak á land inni í fjøruni vestanfyri Reipsáfoss, har hann framvegis liggur.

Hiddenfjord fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

17 Leygardagur 29. mai 2021

Lækni um korona: Hví er ikki pláss til at seta spurningar

- Tú skalt halda, at sjúkan er ekstremt farlig, tú skalt stuðla stongsli, og sleppur ikki at seta spurnartekn til logikkin aftanfyri, og tú skalt vaksinera teg, um tú vilt fáa títt frælsi aftur, sigur Aksel Kambsskarð Berg

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit liva í einum samfelag, har tað vanliga er uppfordra til, at man sjálvur dugur at hugsa og reflektera yvir støður. Men viðvíkjandi covid, er hetta skúgvað fullkomiliga til viks. Tú skalt halda, at sjúkan er ekstremt farlig, tú skalt stuðla niðurlukning og restriktiónir og sleppur ikki at seta spurnartekin til logikkin aftanfyri, og tú skalt vaksinera teg, um tú vilt fáa títt frælsi aftur.

Tað skrivar Aksel Kambsskarð Berg, lækni, í einari Facebook-dagføring í kjalarvørinum av, at Jenis av Rana í farnu viku segði, at hann ikki fór at lata seg koppseta móti koronu fyrr enn meira vitan fekst um langtíðarárin av koppingarevninum.

Hetta undrar Aksel Kambsskarð Berg.

- Eg havi ilt at skilja, hví Jenis Av Rana skal verða so illa kritiseraður fyri, at hann hevur eina privata meining um, at hann ikki metir, at vísindaliga grundarlagið fyri vaccinurnar eru nóg væl undirbygdar til, at hann følir seg tryggan at verða vaccineraður í løtuni.

Hví er ikki pláss til at seta spurningar? Hví verða vaksin fólk afturvendandi ómyndiggjørd? Hví skal man vaccinerast, um man býr í einum landi uttan nevniverda smittu, spyr Aksel Kambsskarð Berg.

- Tað er nemliga púra legitimt at seta spurningar. Tað gera vísindafólk í hópatal eisini, men tey verða somuleiðis skúgvaði til viks av fjølmiðlum og tí vísindaligu elituni, ið setur dagsskránna í hesum corona-tíðum, vil hann vera við.

Aksel Kambsskarð Berg sigur, at hann sjálvur í januar varð koppsettur móti korona. Hann metti, at hetta var tað rætta fyri hann í dagliga læknastarvinum.

- Men eg havi fulla virðing fyri, at Jenis og nógv onnur velja vaccinuna frá, ella velja at bíða eitt sindur, um tey meta tað vera tryggari, sigur hann.

Aksel Kambsskarð Berg hevur áður verið formaður í Ung fyri Miðflokkin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2021

18 Leygardagur 29. mai 2021

"Eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi"

Mikudagin var hátíðardámur á teimum trimum sjúkrahúsunum, tá sjúkrahúsleiðslan legði fram nýggja virðisgrundalagið og búmerkið hjá Sjúkrahúsverkinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjúkrahúsleiðslan hevur, síðani hon tók við á heysti 2019, arbeitt fyri, at sameina tey trý føroysku sjúkrahúsini, Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús. Arbeitt hevur verið bæði yvirskipað og við meira ítøkiligum málum. Yvirskriftin fyri arbeiðinum hevur verið, at vit eru eitt sjúkrahúsverk, við trimum sjúkrahúsum, sum arbeiða saman.

Hetta hevur verið ein góð og gevandi tilgongd, og í gjár (mikudagin, -red.) fingu øll starvsfólkini innlit í nógvum av tí, sum arbeitt hevur verið við, tá visjón, missión og virðini hjá tí sameinda Sjúkrahúsverkinum vórðu avdúkað saman við einum nýggjum búmerki.

Visjón 2025 fyri Sjúkrahúsverkið er: Eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan.

Missiónin er dygdargóð heilsutænasta alt lívið.

Haraftrat eru eyðmerkt trý virðir, sum eru hugtøk, ið eru fyridømir og leiðbeinandi fyri atburðin hjá starvfólkini í sjúkrahúsverkinum. Tey eru Stev, Áræðið og Flog.

Tað eru starvsfólk frá øllum starvsbólkum og úr øllum sjúkrahúsverkinum, sum hava verið við í tilgongdini at finna fram og velja tey trý virðini, sum vit ynskja skulu eyðkenna atburðin, tá ið vit eru til arbeiðis. 

Undir visjón, missión og teimum trimum virðunum eru nærri frágreiðingar, sum lýsa setningarnar og hugtøkini nærri, sí niðanfyri. Tað hevur verið týdningarmikið, at fáa umsett virðisgrundarlagið til ítøkilig ynskir, um hvussu virðini kunnu síggjast aftur í atburðinum hjá okkum, tá ið vit eru til arbeiðis.

Eitt dømi er virðið Stev, sum í atburði merkir, at tú í talu og verki sýnir sjúklingum og starvsfeløgum virðing, og at tú vísir toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús. 

Eitt virðisgrundarlag flytur lítið í sjálvum sær og tí hevur sjúkrahúsleiðslan sett út í kortið eina røð av ítøkiligum ætlanum, sum skulu flyta okkum frá, at vera tríggjar sjálvstøðugar eindir, til at virka sum eina eind, sum er samanhangandi, samvirkar og samstarvar á øllum stigum og í øllum lutum.

Í framløgunum, sum vóru fyri starvsfólkunum í gjár, vísti leiðslan á fimm strategisk spor, sum skulu verða við til at røkka visjónini um eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi. Undir hvørjum spori eru eina røð av átøkum – fyribils tilsamans 50 átøk, sum skulu fremjast hetta til 2025. Tey fimm sporini eru:Okkara samleiki, Viðgerð við høgari dygd og sjúklingatrygd, Starvsfólkamenning og trivnaður, KT, medico og heilsuskipanir umframt Strategisk menning.

Nýtt búmerki
Nýggja búmerkið hjá Sjúkrahúsverkinum varð eisini almannakunngjørt. Búmerkið er ein samanrenning av fleiri lutum, sum eyðkenna Sjúkrahúsverkið, og myndar bæði eitt S fyri Sjúkrahúsverkið, sólarris og sólsetur, eitt lógvatak og tað endaleysa.

Nýggja búmerkið verður lagaliga ein størri og størri partur av samleikanum hjá Sjúkrahúsverkinum komandi tíðina. Ætlanin er so líðandi at gera nýggja búmerkið sjónligt í øllum virkseminum í Sjúkrahúsverkinum.

Tíðindaskriv frá Sjúkrahúsverkinum




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

19 Leygardagur 29. mai 2021

Aliøkið á Sandsvág víðkað

Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók í síðstu viku avgerð um tillaging og víðkan av aliøkinum. Hetta við at veita ískoyti til verðandi aliloyvi.

Aliloyvið hjá Mowi á Sandsvág varð útskrivað 29. mai 2017 og er galdandi til 1. apríl 2029.

[object Object](Mynd: Hfs.fo)

Pf. Mowi (tá Pf. Marine Harvest Faroes) byrjaði á Sandsvág í 2014. Tey fyrstu árini vórðu brúkt til kanningar og royndir á økinum. Tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar við ongum fiski á økinum. Í 2016 varð fiskur fyrstu ferð settur í ein ring.

Vegna stórt felli søkti Pf. Mowi um at flyta aliøkið longur inn á vánna.

Fiskur hevur nú gingið á verandi staðseting tvær útsetur. Útsetingarnar hava tó verið smáar.

Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

20 Leygardagur 29. mai 2021

Sjóvinnan fer ikki at røkka CO2 málinum í 2050

IMO fer helst at samtykkja at leggja CO2 avgjald á sjóvinnuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Sambært seinastu frágreiðingini hjá IEA, altjóða orkustovninum, ”Net Zero by 2050: A Roadmap for the Global Energy Sector”, fer sjóvinnan í heiminum ikki at megna at røkka málinum um  “net zero” útlát í 2050, hóast nógvar royndir verða gjørdar til tess.

Ein av teimum, sum hevur lisið allan partin um sjóvinnu og grøna skiftið í frágreiðingini, er danski verkfrøðingurin og serfrøðingurin Hans Otto Kristensen. Hann sigur við blaðið “Søfart”, at sjóvinnan hevur longu framt fleiri skilagóð tiltøk í sambandi við grøna skiftið. Men skal man hyggja nærri at málinum, sum sett verður fyri 2050, so er neyðugt at gera ovurstórar íløgur í bæði gransking og menning av alternativum brennievnum.

Seinni í ár fer altjóða sjóvinnufelagsskapurin IMO helst at samtykkja CO2 avgjald, sum hevur til endamál at gera tað minni áhugavert fyri reiðaríir at brúka svarta orku og meira attraktivt at gera íløgur í varandi orku. Og slíkt avgjald er neyðugt, um framtíðin skal vera grøn. Í dag verður ov nógv tosað og gjørt ov lítið heldur danski verkfrøðingurin.

Hann heldur, at heimsins lond eiga at hyggja eftir, hvussu danska sjóvinnan hevur handfarið málið og vísir til reiðarí sum Mærsk og DFDS. Arbeiðið hjá hesum báðum reiðaríunum at ganga á odda við umhvørvistiltøkum og grøna skiftinum  kann í longdini koma at tvinga stjórnina til at ganga somu leið. Hans Otto Kristensen viðgongur tó, at hóast tað verður og fer at verða gjørt nógv á grønu leiðini innan sjóvinnuna, so fer hon neyvan at kunna vera olju og gass fyriuttan í 2050.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

21 Leygardagur 29. mai 2021

John, Ólavur og Karin tilnevnd ársins matstovunøvn

Fyrstu tilnevningarnar til matstovuheiðurin Faroe Best eru kunngjørdar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

John Mikkelsen, vertur á matstovunum heima í Havn, Ólavur í Búrstovu vertur á Húsagarði og Karin Visth, matstovuleiðari á Koks, eru í uppskoti til at verða kosin ársins matstovupersónligheitir, tá Den danske Spiseguide í november fer at lata fleiri ymsar prísir til føroysku matstovuvinnuna.

Hetta hendir í sambandi við, at ein føroysk matstovuguide, kallað Faroe Best 2022, verður givin út.

21. november verður skipað fyri sinum “gastronomiskum og vinøsum” galladøgurða á matstovuni Husagarði á Hotel Brandan.

[object Object]
Rasmus Munch, høvuðskokkur á Alchemist 2.0

Heiðursgestur verður blaðungi høvuðskokkurin á slóðbrótandi matstovuni Alchemist 2.0 í Keypmannahavn, Rasmus Munk. Alchemist 2.0, sum ger eksperimenterandi mat langt útyvir tað vanliga, ið varð kosin ársins matstova í Danmark í fjør.

Tað er Bent Christensen, sum í nógv ár hevur givið út Den danske Spiseguide, sum hevur tikið stig til at gera eina føroyska útgávu eisini, og eisini hann, sum skipar fyri serliga tiltakinum í november.

Hann kunngerð so hvørt hvørji eru tilnevnd í teimum ymsu bólkunum. Í dag kunngjørdi hann nøvnini á teimum trimum, sum eru tilnevnd at vera ársins matstovuperónligheitir, ella “Årets restaurantprofil”, sum hann kallar prísin.

Herfyri vórðu eisini tríggjar nýggjar matstovur kunngjørdar at vera tær, ið koma upp á tal til heiðurin ársins frambrot ella “årets gennembrud”. Matstovurnar eru matstovan á Hotel Hilton Garden Inn, Hallartún, matstovan á Hotel Brandan, Húsagarður, og nýggja matstovan við Gøtugjógv, Brimborg.

Á tiltakinum í november skulu eisini latast heiðursgávur til hesar bólkar: Ársins matstova, ársins kokkapersónligheit, ársins fiska- og skeljadjóramatstova, ársins smyrjibreyð/frokost-matstova, ársins ræsta og ársins avec & vínkort.

Galladøgurðin 21. november er opin fyri øllum – kostnaðurin er knappar 2.000 krónur.  

[object Object]
Ólavur í Búrstovu, Húsagarður

[object Object]
John Mikkelsen, Heima í Havn

[object Object]
Karin Visth, Koks

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

22 Leygardagur 29. mai 2021

Elinborg leggur lag til Ragnarok

Føroyska songkvinnan og sangskrivarin hevur fingið eitt slag av gjøgnumbroti í Noregi, og nú er lag hennara "Brimið" komið við í vælumtøktu norsku Netflix-røðina

Elinborg framførir her á G-festivalinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í løtuni arbeiðir Elinborg Pálsdóttir við einari nýggjari tónleikaútgávu, og nú hevur hon fingið ein av sínum sangum við í eina kenda Netflix-røð.

Í vikuni kom onnur "sesong" av Ragnarok út á stroymingarpallin. Talan er um eina norska sveimrøð, ið er bygd á norska mytologi. Har ber til at at hoyra ein føroyskan sang og eitt føroyskt lag.

Tónleikurin hjá Elinborg hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt í norskum sjónvarpi. Fyrr í ár legði Elinborg tónleik til eina norska sjónvarpslýsing hjá YR á NRK, og nú er lag hennara ‘’Brimið’’ komið við í Ragnarok. 

- Hetta er komið í lag í samstarv við Mahogni Music Publishing, sum arbeiðir fyri at fáa líknandi møguleikar í lag. Eg eri ótrúliga glað, spent og takksom fyri møguleikan, og tað kennist næstan óveruligt, at mín tónleikur nú livur sítt lív á netflix, sigur 24-ára gamla songkvinnan og sangskrivarin úr Syðrugøtu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

23 Leygardagur 29. mai 2021

Beinir við nýggjari útgávu

Seinastu tvey árini hevur Beinir skrivað løg við útgávu fyri eygað, og nú er ”World Out There” tøk. Nú bíðar ein konsertferð í Danmark

Beinir Troest
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru meiri enn 10 ár síðan, Beinir sum smádrongur fyrstu ferð trein inn á føroyska tónleikapallin. Sum 13 ára gamal gav hann solo-fløguna ”Kom við” út, har kendasta lagið var Sápubløðran. Nú er Beinir aftur klárur við eini útgávu, og í dag - 28. mai - er EP’in ”World Out There” á marknaðinum.

Seinastu tvey árini hevur Beinir skrivað løg við útgávu fyri eygað, og fyrsta úrslitið er ”World Out There”, sum er givin út á øllum talgildum pallum. Esben Svane hevur framleitt EP'ina, og tvey av løgunum eru gjørd í samstarvi við Hans Marius Ziska. Við í bólkinum hjá Beinir eru Bárður Petersen, Benjamin Djurhuus, Jákup Tórgarð og Fríði Bjarkhamar, sum allir hava havt stóran leiklut í tilgongdini.

Sambært Beinir hava øll seks løg á útgávuni sínar serstøku dygdir. Flestu løgini eru orkumikil við skiftandi rútmum, meðan tekstirnir snúgva seg um aktuellar og grundleggjandi persónligar spurningar og søgur í hansara lívi.   

Í januar í ár luttók Beinir á útgávu hjá donsku songkvinnuni Dopha, har tey syngja duett á lagnum ”I'm Not Crying, You Are”. Lagið hevur ligið - og liggur framvegis - ovast á listanum hjá The Voice Radio í Danmark og var eisini ”Single of The Week” á RTL Radio í Týsklandi. Hetta hevur verið góður brellbiti fyri BEINIR, nú EP’in ”World Out There” er úti.

Nú byrjar eisini tríggjar viku langa konsertferðin hjá Dopha í Danmark, har Beinir hitar upp. Hann fer at spæla nøkur av løgunum á nýggju útgávuni. Á 14 av konsertunum spælir hann einsamallur, men á seinastu konsertini í Store Vega í Keypmannahavn 18. juni, hevur hann bólkin við sær á pallin. Eisini spælir Beinir sína egnu konsert við bólkinum á kenda spælistaðnum Pumpehuset 17. juni. 

Beinir sigur seg vóna, at føroyska tónleikasummarið fer at ganga sum tað plagdi áðrenn koronu, og at hann og bólkurin sleppa at framføra nýggju løgini fyri føroyskum áhoyrarum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

24 Leygardagur 29. mai 2021

Havnin letur dyrnar upp

Mentanarnátt verður í Havn fríggjadagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 4. juni verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni.

Mentanarnáttin verður sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18, og í ár verður tað stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes, sum setir Mentanarnáttina.

Ongantíð áður hevur skráin verið so rúgvismikil, og byrjar niðri í Vágsbotni við fjákutum gongulagi afturvið lívligum horntónleiki og kappingum. Okkara mentanargøta, Tórsgøta, spílar seg út við poesi, upplestri, framsýning og tónleiki.

Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði innan - og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

Og sum vant hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.

Tað er í samráð við koronuráðgevingina at fyrikreikað verður til Mentanarnáttina í Havn. Tað verður heitt á øll um at fylgja almennu tilmælunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

25 Leygardagur 29. mai 2021

Fyrireikingarnar til Norðoyastevnuna halda fram

Í samráð við Pál Weihe er avrátt, at fyrireikingarnar kunnu ganga sína gongd - støðan við fáum nýggjum koronutilburðum seinastu dagarnar, og at hildið verður at gott tak er á smittuketuni, ger tað

Fyrsta summarstevnan verður eftir ætlan í Klaksvík fyrsta vikuskifti í juni (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann fyrsta av ársins summarstevnum er Norðoyastevnan í Klaksvík, sum eftir ætlan verður fyrsta vikuskifti í juni.

Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, men Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at nakað av stígi kom í. Hetta var eftir at nógvir koronutilburðir vórðu staðfestir um hvítusunnuna. 

Nú er tó aftur ein nýggj støða:

- Í samráð við Pál Weihe, yvirlækna, er avrátt, at fyriskipanirnar kunnu ganga sína gongd, tí sum støðan er nú við fáum tilburðum, eins og hildið verður at gott tak er á smittuketuni – samstundis sum nógv fólk eru í sóttarhaldi, ber til at miðja eftir, at Norðoyastevnan verður, sum ætlað 5. og 6. juni.

Heimasíðan hjá kommunu skrivar eisini, at um nakað óvæntað hendir í komandi døgum, verður støðan tikin upp av nýggjum.

Í fjør var kappróður, men annars var tað mesta á Norðoyastevnuni hildin á netinum. Hesaferð verða í øllum førum onnur tiltøk, so sum onkur serlig listaframsýning. Fyrsti FM-róðurin verður eisini á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

26 Leygardagur 29. mai 2021

Ulrich Thomsen um Føroyar: Vakurt, men veðrið skiftir alla tíðina

Hann hevur høvuðsleiklutin í sendirøðini Trom, og hevur seinastu vikurnar búleikast í Føroyum her upptøkurnar eru gjørdar. Men tað kann vera trupult við veðrinum til tíðir

Ulrich Thomsen undir upptøkunum av Trom í Sandagerði (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani í mars hava upptøkur av sendirøðini Trom verið gjørdar í Føroyum, og persónurin í høvuðsleiklutinum er danin Ulrich Thomsen.

Danin spælir við í nýggjasta filminum av “Marco effekten”, og er nýggjur í leiklutinum sum Carl Mørck, sum Nikolaj Lie Kaas hevur havt í undanfarnu filmunum. Marco effekten hevði frumsýning í biografunum hósdagin.

Í hesum sambandi hevur BT gjørt samrøðu við Ulrich Thomsen, har tað heilt stutt eisini verður komið inn á, at hann í hesum døgum er staddur í Føroyum. Og Føroyar fáa heilt hampulig skotsmál. 

- Tað er eitt feitt land, dramatiskt og vakurt. Men veðrið skiftist sørinme alla tíðina. Upp á tveir tímar hava hava vit upplivað allar árstíðirnar, frá kava, sólskin, storm og toku, grínir Ulrich Thomsen

Trom er skrivað við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen, og Ulrich Thomsen spælir leiklutin sum Hannis Martinson.

Ein klassisk “hvør gjørdi tað”-søga, sigur Ulrich Thomsen sigur við BT um Trom.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

27 Leygardagur 29. mai 2021

Filmur um Møllehave í Filmsfelagnum

Theodor-prestur sigur nøkur orð undan sýningini 9. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Danski heimildarfilmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” er ein lýsing av Johannes Møllehave, sum andaðist 10. mai, 84 ára gamal. Mikukvøldið 9. juni fer Filmsfelagið at visa filmin í Havnar Bio.

Væl lýddi presturin og fyrilestrahaldarin, sum eisini vitjaði í Føroyum, var metsøluhøvundur, sum í filminum sigur frá úr egnum lívi og um donsk mentafólk, ið stóðu honum serliga nær.

Hann er eins kveiktur av H.C. Andersen og Søren Kierkegaard, og søgurnar flúgva um oyruni, djúpar, hvassar og stuttligar.

Filmurin ”Møllehave - Hellere forrykt end forgæves” fylgir og lýsir kenda danan, sum farin um tey áttati, ikki bara kundi kalla seg rithøvund, men eisini fyriletsrarhaldara og prest.

Peter Klitgaard, ið hevur gjørt nýggjasta heimildarfilmin um Møllehave, hevur fyrr gjørt filmarnar ”I Danmark er jeg født” og ”Det skinbarlige øje”.

Fyri tíggju árum síðan var Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur, ferðaleiðari hjá Johannes Møllehave, og hevði samrøðu við hann í Norðurlandahúsinum, tá hann vitjaði í Føroyum. Tí fer Theodor at innleiða sýningina við filminum, sum verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 9. juni kl 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

28 Leygardagur 29. mai 2021

Heldur ongin sildadagur í Svøríki í ár

Í ár smakkar Ársins Sild í Klädesholmen av krabba og mais

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í nógv ár hevur Tavan í Leirvík havt eitt gott samband við ein av mest virdu sildaframleiðarunum í Svøríki, Klädesholmen uttan fyri Göteborg, sum framleiðir uppsjóvarfisk í gløsum, sum er lystimeti í Svøríki, serliga um summarið.

Sild frá føroysku uppsjóvarskipunum er flakaskorin í bitar, marinerað ella kryddað og síðan útflutt í lakatunnum til Svøríkis. Eisini hevur Klädesholmen keypt brisling úr føroysku firðunum, sum verður seldur heilur í laka.

Á svenska tjóðardegnum 6. juni hevur fólkið í Klädesholmen hildið “Sillen Dag”, har sildin hevur verið høvuðsmáltíðin undir hátíðarhaldinum. Og sildaverksmiðjan hevur eisini til henda hátíðardagin framleitt eina serliga sild, tey kalla “Årets Sill”.

Men í ár setur korona enn einaferð eina forðing fyri at halda henda serliga sildadagin, eins og tað hendi í fjør.

Men tað hevur ikki forðað sildaverksmiðjuni at framleiða og senda út sildagløs í eini serligari uppskrift, gjørd til dagin. Og sigast má, at hugflogið hjá hesum framleiðarunum er stórt. Í fjør var ársins sild gjørd við ginn, sitrón og hylliblómu.

Í ár smakkar ársins sild av krabba og mais!

Aftur í ár var ætlanin at føroyingar skuldu vera við til Sillens Dag úti í vestursvenska skergarðinum. Avtala var við landsstýrismannin við fiskivinnumálum at siga nøkur orð, men tann ætlanin er nú útsett til næsta ár.

Les eisini: Jacob mátti avlýsa túr til Svøríkis at heiðra sildini  

[object Object]
Føroyskur brislingur, heilur í gløsum, sum heil ansjós


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

29 Leygardagur 29. mai 2021

Flogfar noytt at lenda og andstøðingur handtikin

Forsetin í Hvítarusslandi noyddi í gjár eitt flogfar hjá Ryanair at millumlenda í Minsk – Umborð á flogfarinum var ein hvítarussiskur andstøðustríðsmaður, sum síðani varð handtikin

Flogfarið hjá Ryanair lendi í Litava í sunnukvøldið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

ES umhugsar nú at seta revsitiltøk í verk móti stjórnini í Hvítarusslandi.

Tá eitt flogfar hjá írska lágprísflogfelagnum, Ryanair, ið var á veg til Vilnius, høvuðsstaðin í Litava, úr grikska høvuðsstaðnum Athen, sunnudagin og fleyg yvir Hvítarussland, gav hvítirussiski forsetin boð um at senda út hernaðarflogfør at fylgja flogfarinum niður.

Orsøkin til, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko noyddi flogfarið at lenda var, at har skuldi eitast at vera ein "hóttan móti trygdini" umborð.

Umborð á flogfarinum var 26 ára gamli andstøðustríðsmaðurin Roman Protasevitj, sum, eins og aðrir limir í andstøðuni, livir í útlegd í Litava.

Undir millumlendingini í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk, varð hann handtikin, og flogfarið hjá Ryanair sat í Minsk í sjey tímar, áðrenn tað fekk loyvi at flúgva víðari. Flogfarið lendi í Vilnius um kvøldið beint fyri hálvgum átta okkara tíð.

Roman Protasevitj var eftirlýstur í Hvítarusslandi, har hann er redaktørur á andstøðumiðlinum Nexta, sum hann eisini hevur verið við til at stovna. Miðilin hevur spælt ein stóran leiklut í umfatandi mótmælunum móti stýrinum hjá Lukasjenko í fjør.

Stýrið í Hvítarusslandi hevur lýst hann sum ein ekstremist, og sambært andstøðuleiðaranum, Svetlana Tikhanovskaja, sum eisini er í útlegd í Litava, er Protasevitj í vanda fyri at verða dømdur til deyða í heimlandinum.

Svetlana Tikhanovskaja stillaði upp til forsetavalið í fjør móti Lukasjenko. Sambært almennu tølunum gjørdist Lukasjenko vinnari av valinum. Bæði eygleiðarar og andstøðulimir halda tó, at umfatandi valsvik var orsøkin til, at Lukasjenko varð afturvaldur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2021

30 Leygardagur 29. mai 2021

Høvdu pilkað við trygdarskipanina

Trý fólk eru handtikin fyri manndráp eftir at ein lifta í rennistrongi datt niður sunnudagin og 14 fólk lótu lív

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Trý fólk eru handtikin eftir eina rennistrongsvanlukku í Italia sunnudagin, sum kravdi 14 mannalív. Tað boðar italska Ansa tíðindastovan frá í dag.

Vanlukkan hendi í Piemonte í Norðuritalia, nærhendis Maggiore-vatninum.

Rennistrongurin gongur frá frítíðarbýnum Stresa upp til toppin á 1.500 metra høga fjallinum Mattarone.

Tey handtiknu eru trý leiðandi starvsfólk í felagnum, sum eigur og rekur rennistrongin, ein verkfrøðingur, stjórin og rakstrarstjórin.

Sambært ákæranum í Verbania-landslutinum, hava hesi trý framt eina “tilvitaða gerð”.

Ákærin greiðir frá, at kanningarnar av vanlukkuni vísa, at onkur hevur “pilkað við” trygdarskipanina fyri at sleppa undan seinkingum á rennistronginum.

Ein neyðbremsa varð gjørd óvirkin, sambært ákæranum, og tí bar ikki til at sláa neyðbremsuna til, tá ein veirur slitnaði.

Teir tríggir persónarnir verða tí nú millum annað ákærdir fyri óviljað manndráp, skrivar Ansa.

Upptøkur frá vanlukkuni vísa, at ein veirur slitnar, tá liftan nærkast støðini uppi á fjallatoppinum. Hetta fær liftina at falla oman aftur. Fleiri av teimum 15 fólkunum í liftini verða slongd út.

Tann einasti, sum kom frá hendingini við lívinum, er ein drongur, sum misti bæði foreldrini og eitt yngri systkin í vanlukkuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

31 Leygardagur 29. mai 2021

Talið á skotdrápum í Svøríki tað hægsta í Evropa

Meðan talið er minkað í restina av Evropa, gongur tað hinvegin í Svøríki

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Svøríki hevur hægsta talið á deyðiligum skottilburðum í Evropa, vísir ein frágreiðing, sum svenska ráðið fyri fyribyrging av brotsverkum, Brottsförebyggande rådet, hevur gjørt.

Kanningin, sum ráðið hevur gjørt, byggir á tøl úr 22 evropeiskum londum frá tíðarskeiðnum 2000 – 2019.

Í frágreiðingini framgongur, at meðan talið á skotdrápum er minkað í restini av Evropa, er talan hinvegin um eina øking í Svøríki.

Tá hugt verður at talinum á skotdrápum í teimum ymsu londunum, lá Svøríki niðast á listanum í ár 2000, men í 2018 var Svøríki komið ovast á listan, skrivar Ritzau.

Kanningin vísir eisini, at átta av 10 skotdrápum verða framd í kriminellum umhvørvum, har rúsevnishandil og 'bandakriminalitetur' ofta spæla ein leiklut.

– Soleiðis er tó eisini í øðrum evropeiskum londum, og sostatt finst eingin góð frágreiðing fyri, hví talið á harðligum skottilburðum veksur mest í Svøríki, sigur Klara Hradilova-Senin úr Brottsförebyggande rådet.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

32 Leygardagur 29. mai 2021

Fyri fyrstu ferð í eitt ár – korona staðfest í Nuuk

Tveir persónar, sum komu til grønlendska høvuðsstaðin úr Danmark, hava fingið staðfest koronu, men teir hava yvirhildið sóttarhaldið, og tí er eingin vandi fyri, at teir hava smittað onnur, sigur grønlendska landslæknaembætið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú eru tveir tilburðir av koronasmittu funnir í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, sum annars ongan tilburð hevur havt í eitt ár.

Persónarnir, sum eru smittaðir, eru komnir til Grønlands úr Danmark, upplýsir grønlendska landslæknaembætið sambært Ritzau.

Persónarnir hava báðir verið í sóttarhaldi eftir komu, og sambært galdandi reglunum í Grønlandi, eru teir kannaðir á fimta degi og síðani staðfestir postivir.

Persónarnir eru framvegis avbyrgdir, og eingin vandi er fyri smittuspjaðing, og tí verða eingi tiltøk sett í verk í Nuuk. Sambært grøndlendska landslæknaembætinum hava persónarnir tað gott.

Tveir tilburðir eru eisini funnir í Pituffik í norðasta partinum av Grønlandi.

Grønland er annars í ferð við at linka koronutiltøkini í landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

33 Leygardagur 29. mai 2021

Rættur í Niðurlondum: Shell má skerja útlát við 45 prosentum í 2030

Oljurisin fer helst til hægri rætt við dóminum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, fekk mikudagin álagt av rætti í Niðurlondum at skerja útlátið av CO2 við 45 prosentum innan 2030 samanborið við støðið í 2019.  Hetta er samtíðis fyrstu ferð, at eitt oljufelag fær slíkan dóm, ið er eitt úrslit av Parísavtaluni fyri góðum fimm árum síðani. Rætturin sigur í dómsúrskurðinum, at Shell hevur eisini ábyrgdina av, at tess veitarar halda seg til sama dóm.

Tað eru fleiri umhvørvisfelagsskapir við Friends of the Earth á odda, sum eru farin við Shell í rættin. Tað gjørdu tey í 2017 saman við 17.000 íbúgvum í Niðurlondum, skrivar BBC, sum vísir á, at hóast at dómurin einans er galdandi í Hálandi, so eru møguleikar fyri, at dómarar í øðrum londum eisini fara at hyggja eftir  hesum dóminum, tá umhvørvisfólk fara í rættin. Í løtuni eru umleið 1800 mál av slíkum slag í rættum kring heimin.

Umboð fyri Shell sigur, at fyritøkan helst fer at kæra dómin inn fyri hægri rætt, samtíðis sum felagið fer at skunda undir at skerja CO2 útlátið frá tess virksemi. Shell ger greitt, at fyritøkan longu hevur gjørt íløgur fyri fleiri mia. kr. í bæði elbilar, brint, varandi orku og bioorku fyri at minka um CO2 útlátið og hevur sum mál at røkka  “net zero” útláti í 2050. Felagið heldur annars, at slík sakarmál sum tað í Hálandi eiga at verða koyrd móti stjórnum heldur enn móti einstøkum oljufeløgum. Her metir rætturin kortini, at eitt oljufelag sum Shell sjálvt eigur at taka ábyrgdina av tí dálking, sum tess virksemi hevur á náttúruna.

Umboð fyri saksøkjararnar eru ovurfegin og siga, at hetta eru sera góð tíðindi og ein sigur fyri heimin, okkara børn og fyri okkum øll.

Roknað verður nú við, at umhvørvisbólkar í øðrum londum fara í rættin við bæði oljufeløgum og stjórnum fyri at seta líknandi krøv sum tey rætturin í Niðurlondum hevur tikið til eftirtektar.

Fleiri onnur oljufeløg hava annars eins og Shell gjørt greitt, at tey vilja skerja CO2 útlátið, so tey liva upp til Parísavtaluna. Tað er tó ymiskt, hvussu feløgini og eisini stjórnir kring heimin meta um, hvussu veðurlagsmálini skulu røkkast.

Herfyri atkvøddu partaeigararnir í stóra amerikanska oljufelagnum Chevron fyri at taka týðandi stig til tess at minka um útlátið, og nú um dagarnar tók eitt annað amerikanskt oljufelag, Exxon stig til at velja tvey umboð fyri veðurlagsbólkar inn í nevndina. Oljufeløg um okkara leiðir so sum BP og Equinor og Total hava í longri tíð gjørt stórar íløgur í varandi orkukeldur so sum vind- og sólorku og í tiltøk, sum minka CO2 so sum fangan og goymslu av CO2. Eisini Shell hevur verið partur av hesi gongd, men rætturin í Haag metir eftir øllum at døma, at fyritøkan hevur ikki gjørt nóg mikið til tess at seta tiltøkini í verk.

Enn er dómurin so feskur, at tað er avmarkað við viðmerkingum, tó skrivar umhvørvisgreinarin hjá BBC, Roger Harrabin, at tað er sannlíkt, at Shell fer í hægri rætt við dóminum og  har møguliga kann vinna. Kortini fer dómurin at fáa fyritøkur kring heimin at taka alt veðurlagsmálið í størri álvara og kunna skapa fordømi fyri onnur líknandi sakarmál.  

Forkvinnan í felagnum hjá bretsku oljuvinnuni, Deirdre Michie í Oil and Gas UK, hevur eisini viðmerkt dómin móti Shell. Hon sigur sambært World Oil, at bretska oljuvinnan var tann fyrsta at binda seg til málið hjá stjórnini at røkka “net zero” útláti í 2050, og sum er í tráð við Parísavtaluna. Feløg eru longu í gongd við at minka um útlátið gjøgnum nýggju avtaluna “North Sea Transition Deal”, menna grøna tøkni fyri at minka um útlátið og hjálpa øðrum vinnum at gera tað sama.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

34 Leygardagur 29. mai 2021

Danskir umhvørvis-rættarserfrøðingar bilsnir av Shell dómi

Spurningurin er, um niðurlendska avgerðin er við til at flyta markið millum dómstólar og lóggevarar sigur danskur umhvørvis-rættarserfrøðingur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ovfarakæti var á umhvørvisfólkunum, sum vóru til staðar í rættinum í Haag, tá hesin feldi dóm yvir oljufelagið Shell, um at tað skal skerja sítt útlát við 45 prosentum innan 2030. Ein dómur, sum tó eftir øllum at døma fer at verða  kærdur til hægri rætt, nú hann er tann fyrsti av sínum slag.

Sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio, dr.dk, so eru danskir umhvørvis-rættarserfrøðingar sera bilsnir yvir dómin.

- Eg eri ovfarin. Hetta er at fara sera langt. Væl er tað frammi í tíðini, at statir verða álagdir at taka hædd fyri veðurlagnum, men her er talan um eina privata fyritøku. Og málið snýr seg heldur ikki um brot á lógina, men um at binda seg til at fremja nakað í framtíðini, sigur Bent Ole Mortensen, professari við Syddansk Universitet, sambært heimasíðuni hjá DR.

Hann fer so langt sum at siga, at spurningurin er, um hálendska avgerðin flytir markið millum dómstólar og lóggevarar. Vanliga er tað jú eitt fólkavalt ting, sum skal seta í verk altjóða krøv, sum landið so skal liva upp til. Men her er tað ein dómstólur, sum fer inn og sigur, at nú skal Shell minka so og so nógv um sítt útlát. Tað er ikki víst, at eitt fólkavalt ting var komið fram til tað sama. Tað kundi havt álagt einum øðrum sektori at staðið fyri minkingini, sigur hann.

Starvsfelagi hansara, Peter Pagh, professari í umhvørvisrætti við Keypmannahavnar Universitet, er samdur og sigur, at hálendsku dómararnir eru farnir ov langt.

Hetta er “dybt problematisk”, sum hann málber seg. Tí man “kortsluttar” ta politisku prosessina við argumentinum um, at man hevur eina moralska skyldu til at handla í mun til veðurlagið og tí kann leypa um teir legitimt valdu lóggevararnar.

Hann heldur eisini, at tað er skeivt at áleggja Shell at minka um sítt útlát, tá eingin neyvt kann siga, hvussu stóran part av globalu upphitingini fyritøkan er sek í.

- Tað er ikki so, at globala upphitingin steðgar, tí Shell ikki longur framleiðir olju, sigur hann sambært DR.  

Hetta eru somu grundgevingar, sum Shell hevur brúkt undir rættarmálinum.

- Tað er upp til stjórnir at gera lógir og seta krøv til fyritøkurnar, og  tað gevur onga meining at døma eina fyritøku til at steðga við at framleiða olju, soleingi heimurin framvegis eftirspyr olju, tí tað vil bara merkja, at aðrar fyritøkur økja um sína framleiðslu.

Tað er so eisini helst orsøkin til, at Shell fer at kæra dómin.

Umboð fyri Greenpeace í Danmark, Helene Hagel  sær málið øðrvísi enn donsku rættarserfrøðingarnir. Hon heldur dómurin kann gerast eitt søguligt vegamót. Tá politikararnir ikki megna at liva upp til Parísavtaluna, so er neyðugt at fara í rættin við málinum.

Hetta er annars fyrstu ferð, at ein dómstólur gevur einum oljufelag boð um at minka um útlátið til eitt støði, sum er í tráð við Parísavtaluna og veðurlagsvísindina leggur hon aftrat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

35 Leygardagur 29. mai 2021

Ætla at byggja risastóra sjóvindmylnulund í Íslandi

Orkan verður flutt til Bretlands gjøgnum sjókaðalar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bretska orkufyritøkan “Hecate Independent Power” hevur ætlanir um at byggja eina risastóra sjóvindmylnulund í Íslandi. Aftanfyri fyritøkuna stendur m.a. Sir Tony Baldry, sum var orkuráðharri í stjórnini hjá Margaret Thatcher.

Framleiddi streymurin  skal flytast til Bretlands gjøgnum langar serútgjørdar sjókaðalar á havbotninum,  skrivar Offshore Engineer. Í verkætlanini, sum hevur fingið heitið “HIP Atlantic”, verður skotið upp at seta upp flótandi og fastar vindmyllur, sum skulu framleiða 10GW. 

Sjókaðalarnir skulu framleiðast  á eini verksmiðju fyri knappar 2 milliardir krónur í eini havn í norðureystur Bretlandi. Samlaði prísurin fyri verkætlanina er 21 miilliardir bretsk pund og fer at skapa 15.000 arbeiðspláss í Bretlandi og 500 í Íslandi. Tað er amerikanska fyritøkan Hecate Energy LLC, sum arbeiðir við varandi orkuloysnum og bretska Independent Power Corporation PLC, sum eiga felagið HIP skrivar Offshore Engineer m.a.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2021

36 Leygardagur 29. mai 2021

Mattias er nýggjur á A-landsliðnum

B36-málverjin er millum teir 23, sum í fyrstu atløgu eru úttiknir til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein. Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen eru aftur á landsliðnum

Mattias Heðinsson Lamhauge er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í juni spæla Føroyar tveir venjingardystir á heimavølli. Tann 4. juni eru íslendingar á vitjan, mánadagin 7. juni verður Liktinstein mótstøðuliðið á Tórsvølli.

Til uppgávurnar hevur Håkan Ericson. saman við hjálparvenjaranum Eli Hentze, sent boð eftir 23 spælarum í fyrstu syftu. Tað skrivar fsf.fo, ið leggur afturat, at  onkur spælari afturat møguliga verður úttikin seinni í vikuni.

Fimm av teimum 23 vóru ikki við til HM-undankappingardystirnar, sum vórðu spældir í mars mánaði. Ein av teimum er 21-ára gamli málverjin Mattias Lamhauge, sum hettta kappingarárið hevur verið fastur millum stengurnar hjá B36. Gunnar Nielsen hevur vegna persónligar orsøkir givið avboð, og ein annar havnarmaðurin er avloysarin. Mattias hevur ongantíð áður verið á A-landsliðnum.

Tað hava Rene Shaki Joensen, Heðin Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Andreas Lava Olsen allir. Nú eru teir aftur á landsliðnum. 

Í mun til EM-undankappingardystirnar síðst í mars, eru Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Daniel Johansen, Dan í Soylu og Patrik Johannesen ikki við.

Teir tríggir klaksvíkingarnir eru allir partur av suverena oddaliðnum í Betrideildini. Daniel og Dan hava spælt í øllum dystunum hjá HB í ár. Patrik er knýttur at Egersunds í triðbestu norsku deildini, ið ikki heilt er komin í gongd enn.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Rene Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Heðin Hansen, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2021

37 Leygardagur 29. mai 2021

U21: 22 boðsendir til fyrsta dystin

Ein venjingardystur móti íslendska U19-landsliðnum og fyrsti EM-undankappingardysturin er á skránni hjá føroyska U21-landsliðnum. Nú hava venjararnir tikið hópin út

Bæði Noah Mneney og Samuel Johansen Chukwudi eru úttiknir til U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sámal Erik Hentze og Atli Gergersen hava sent boð eftir 22 spælarum til landsdystin móti Armenia, sum er tann fyrsti í komandi EM-undankapping.

Týsdagin 8. juni klokkan 17:30 spæla Føroyar og Armenia U21-landsdystin á Svangaskarði á Toftum. Talan er samstundis um fyrsta dystin í komandi EM-undankapping.

Sámal Erik Hentze stendur á odda fyri U21-liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann sent boð eftir 22 spælarum til komandi avbjóðing.

Hópurin
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Peter Bergmann, Middelfart BK (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur Skipanes, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ
Símun Sólheim, EB/Streymur
Steffan Løkin, B68
Áki Debes Samuelsen, HB
Andrias Edmundsson, Águilas FC (Spania)
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36

Sum liður í fyrireikingunum til dystin móti armenum, spælir U21-landsliðið venjingardyst á Svangaskarði hósdagin 3. juni móti íslendska U19-lansliðnum.

Hini londini í EM-undankappingarbólkinum hjá U21-liðnum eru Frakland, Norðurmakedónia, Ukraina og Serbia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mai 2021

38 Leygardagur 29. mai 2021

Eingin ivi í Runavík

KÍ-veitslan við Løkin endaði við tryggum 3-0 sigri til oddaliðið, sum fyribils er tíggju stig frammanfyri nummar tvey í deildini. Allir hinir dystirnir í hvítusunnuumfarinum vórðu útsettir

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvir áskoðarar vóru til leygarkvøldsdystin við Løkin millum oddaliðið KÍ og NSÍ. Og um ikki annað fingu tey í bláum nógv fyri pengarnar, tí tað var ongantíð nakar nevniverdur ivi.

KÍ kom út sum eitt óløgi, og hevði at kalla alt spælið allan dystin. Eina løtu í seinna hálvleiki royndi NSÍ at trýsta, men meira enn tað var tað ikki.

Claes Kronberg byrjaði KÍ-veitsluna tá hann legði KÍ á odda í 20. minutti. Bob Sumareh gjørdist lítla løtu leysur frammanfyri NSÍ-málinum og legði KÍ á odda 2-0.

Og eftir 66 minuttir fingu NSÍ mønustingin, tá Bob Sumareh skoraði til 3-0.

Tað, sum var eftir av dystinum mátti NSÍ verja alt tað, teir vóru mentir fyri at tað ikki skuldi gerast ljótt.

Úrslitið gjørdist 3-0 til útiliðið.

KÍ hevur higartil í ár víst eina knúsandi styrki. 51 mál skorað og hava bara latið fýra inn í 12 dystum. KÍ hevur vunnið allar dystirnar uttan ein.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Við sigrinum gjørdist munurin millum KÍ og HB heili 10 stig.

Hinir dystirnir í 12 umfari skuldu verið spældir mánadagin, annan hvítusunnudag, men hesir vórðu útsettir, tá landið knappliga upplivdi eina uppblóming í koronatilburðum um hvítusunnuna.

12. umfar

NSÍ-KÍ 0-3 (0-2)
20' Claes Kronberg 0-1
34' Bob Sumareh 0-2
66' Bob Sumareh 0-3

B36-HB (útsettur)
TB-ÍF (útsettur)
Víkingur-EB/Streymur (útsettur)
B68-07 Vestur (útsettur)

Støðan í Betri deildini

1. KÍ (34 stig)*
2. HB (24 stig)
3. Víkingur (22 stig)
4. NSÍ (21 stig)*
5. B36 (17 stig)
6. ÍF (11 stig)
7. EB/Streymur (9 stig)
8. 07 Vestur (8 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)

*Ein dyst fleiri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

39 Leygardagur 29. mai 2021

Fótbólturin verður tikin uppaftur

Steypadystirnir, sum skuldu vera um vikuskiftið, verða væntandi spældir sum ætlað – við áskoðarum, sigur formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar sum ætlað. Fyrst á skránni er dysturin millum NSÍ og 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin boðaði Fótbóltssambandið frá, at allur fótbóltur varð avlýstur fyribils orsakað av koronustøðuni. Tann morgunin boðaðu myndugleikarnir frá, at 16 nýggir tilburðir vórðu staðfestir seinasta samdøgrið, og at talan var um bretska frábrigdið.

Teir fýra dystirnir í 12. umfari av Betri Deildini hjá monnum og dystirnir í fremstu deildini hjá kvinnum, sum skuldu spælast tann dagin, vórðu fyribils avlýstir, og ógreitt var, hvussu leingi steðgurin fór at vara.

Talið á tilburðum, sum hava verið staðfestir seinastu dagarnar hevur tó verið lítið, hóast fleiri túsund kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar, og Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, upplýsir nú fyri Portalinum, at fótbólturin verður tikin uppaftur í vikuni.

Fjórðingafinalurnar í steypakappingini hjá monnum, sum skuldu vera um vikuskiftið, verða spældar sum ætlað, sigur Róin Schrøter, og so vítt hann veit, verður tað við áskoðarum. Ein av fjórðingsfinalunum – millum B71 og HB – stendur tó til at verða útsett til 9. juni, eftir at korona er staðfest í hópinum hjá HB.

Fjórðingsfinalurnar

28. mai: NSÍ – 07 Vestur
29. mai: EB/Streymur – B36
30. mai: ÍF – Víkingur 
9. juni: B71 – HB (útsettur frá 30. mai)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mai 2021

40 Leygardagur 29. mai 2021

Conference League: KÍ og NSÍ styrkismett í fyrsta umfari

KÍ er, sambært úrslitunum seinastu árini í evropeiskum fótbólti, millum tíggju tey sterkastu liðini í fyrsta umfarið, ið telur 68 lið. Lutakast verður 15. juni

KÍ vann sannførandi 3-0 í Runavík síðsta vikuskifti. Í juli skulu bæði stríðast í Europa Conference League (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fyrru hálvu av juni skulu NSÍ og KÍ, ið endaði á ávíkavist 2. og 3. plássi í Betrideildini í fjør, royna seg í nýggju UEFA European Conference League, sum er triðja evropeiska kappingin fyri feløg hjá evropeisku fótbóltssamgonguni.

Føroysku feløgini koma inn í fyrsta umfari, har 68 lið úr 27 ymiskum londum eru við.

KÍ hevur nógv góð úrslit í evropeiskum fótbólti seinastu fýra árini, og harvið hevur felagið úr Klaksvík ein sonevndan koeficient uppá 5.250. Tað er nummar níggju útav teimum 57 liðunum, ið hava tryggjað sær pláss í umfarinum - møguliga hevur okkurt av liðunum, sum endar á teimum seinastu 11 plássunum hægri styrkistal, men tað er í øllum førum eingin ivi um, at KÍ verður styrkismett og harvið hevur betri møguleika at fáa eitt gott lutakast.

Ivamál hevur verið um styrkismetingina hjá NSÍ, ið hevur koeficientin 3.000, men eftir at nakrar deildir eru komnar at enda seinastu tíðina og eftir at Villareal vann Europa League-finaluna í gjár og harvið tryggjaði sær pláss í Champions League komandi ár, er endaliga greitt, at NSÍ eisini verður styrkismett.

Dundalk, ið KÍ tapti 3-1 fyri í Playoff-umfarinum í Europa League í fjør, og The New Saints, ið B36 sló út úr Europa League í fjør, eru ímillum liðini, ið eisini eru styrkismett.

Lutakast til umfarið verður 15. juni. Spælt verður 8. juli og 15. juli. Niðanfyri sæst yvirlit yvir, hvørji 27 lið KÍ og NSÍ kunnu møta. Sjey lið verða løgd afturat listanum komandi tíðina.

St. Joseph's (Gibraltar) CC: 2.250
Milsami Orhei (Moldova) CC: 2.250
Kauno Zalgiris (Litava) CC: 2.000
Rigas (Estland) CC: 2.000
Inter Turku (Finnland) CC: 2.000
Sileks (Norðurmakedonia) CC: 1.750
Panevezys (Litava) CC: 1.750
Bohemians (Írland) CC: 1.575
Sligo Rovers (Írland) CC: 1.575
Struga (Norðurmakedonia) CC: 1.525
Sfintul Gheorghe (Moldova) CC: 1.500
Birkirkara (Malta) CC: 1.500
Valmiere (Estland) CC: 1.475
Ararat Yerevan (Armenia) CC: 1.475
Vllaznia (Albania) CC: 1.450
Glentoran (Norðurírland) CC: 1.391
Dinamo Batumi (Georgia) CC: 1.375
Honka (Finnland) CC 1.375
Dila Gori (Georgia) CC: 1.375
Gagra (Georgia) 1.375
Sant Julià (Andorra) 1.250
Llapi (Kosovo) CC: 1.166
Mons Calpe (Gibraltar) CC: 1.133
Paide Linnameeskond (Estland) CC: 1.000
Decic (Montenegro) CC: 1.000
Podgorica (Montenegro) CC: 1.000
Vinnarin av 2020-21 Cymru Premier play-off (Wales)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

41 Leygardagur 29. mai 2021

Seinasti maður kiksaði - Villareal vann søguligan sigur

Ikki fyrr enn í 22. brotssparki varð Europa League finalan avgjørd. David de Gea var einasti maður, ið kiksaði

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Europa League finalan, sum mikukvøldið varð spæld millum Mancheste United úr Onglandi og Villareal úr Spania gjørdist ein drúgvur dystur.

Tað stóð á jøvnum, 1-1, tá dómarin bríkslaði dystin av. Í longdu leiktíðini kom onki mál, og so varð farið undir brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

Og tað helt fram við at standa á jøvnum. Tí øll brotsspørkini vórðu sett í kassan. Líka til seinasti maður á vøllinum skuldi royna seg frá 11-metra blettinum.

Tað var spanski málmaðurin hjá Manchester United, David De Gea, sum skuldi sparka. Sjálvur hevði hann ikki verið í nærheitini av at bjarga nøkrum av teimum 11 brotsspørkunum har hann stóð í málinum, og hann tyktist ikki vera álvuligur við støðuna, tá hann skuldi sparka – tí allir leikarar skulu sparka áðrenn nakar av spælarunum sleppur at skjóta aðru ferð í slíkum kappingim.

[object Object]

Málmaðurin á spanska liðnum, Gerónimo Rulli úr Argentina, kundi lættliga blaka seg til sína vinstru síðu og bjarga skotinum. Og so kundi spanska liðið í gulum troyggjum, sum eisini verður kallað Yellow Submarine, kjósast sum vinnari í fyrstu Europa League finaluni, ið liðið hevur luttikið í.

[object Object]
David De Gea - vónsvikin (Mynd: EPA)


Gott 50.000 fólk
Villareal er ein lítil býur, sum liggur nærhendis eysturstrons Spania, beint norðan fyri Valencia. Í býnum búgva ikki fleiri fólk, enn tað búgva í Føroyum, og tað er tí sera óvanligt at eitt lið frá einum so lítlum býi vinnur eina stóra evropeiska fótbóltskapping.

Fjórða ferðin hjá Emery
Hóast hetta var fyrsta ferð, at Villareal vann slíka kapping, so var tað avgjørt ikki fyrsta ferðin hjá venjaranum, Unay Emery. Tríggjar ferðir fyrr hevur hann verið við til at vinna Europa League – tað var við felagnum Sevilla.

Emery kom eisini í finaluna meðan hann var venjari hjá Arsenal í Onglandi. Tað er einastu ferð, tað ikki eydnaðist honum at vinna hesa finaluna.

Knapt 10.000 áskoðarar høvdu høvi at vera til staðar á Stadion Miejski í pólska havnarbýnum Gdansk, sum hýsti finaluni í ár.

Hóast Manchester United hevði tað mesta av spælinum var tað Villareal, sum kom á odda, tá Gerard Moreno fangaði eitt fríspark inn í brotssteigin og legði spanska liðið á odda.

Tíggju minuttir inn í annan hálvleik eydnaðist tað United at javna. Tað var veteranurin, Edinson Cavani, sum skoraði eftir hornaspark. 

[object Object]
Unai Emery hevur fyrr roynt at vinna Europa League - men hetta var fyrsta ferðin sum venjari hjá Villareal (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

42 Leygardagur 29. mai 2021

Tveir neistaleikarar uttanlands

Julian Jónsson Kragesteen til Týsklands og Dánjal Ragnarsson til Íslands

Julian Kragesteen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Neistaleikararnir Julian Jónsson Kragesteen og Dánjal Ragnarsson hava

báðir fingið nýggjar avbjóðingar komandi kappingarár. Julian ferð til Týsklands og Dánjal til Íslands.

Julian og Dánjal hava slitið sínar hondbóltsskógvar í Neistanum síðan teir vóru heilt lítlir og hava fylgst allan vegin uppá á besta liðið. Teir hava spælt og vant saman altíð og hava eisini verið á U-landsliðum saman.

Julian J. Kragesteen hevur skrivað sáttmála við Týska felagið í Bremen, ATSV Habenhausen, til 2023, sum hevur lið í triðbestu deildini. Julian byrjar at venja við fyrst í juli. Julian hevur verið og royndarvant í felagnum. Julian skilir týskt, tí hann hevur búð í Týsklandi sum skiftisnæmingur umvegis AFS.

Julian sigur sjálvur, at hann hevur ein dreym um at koma á A-landsliðið og við at fara til Týsklands vónar hann at koma sínum dreymi nærri, tí har er eitt hægri støði serliga fysiskt og taktiskt. Eisini vónar Julian, at hann kann liva væl av at spæla hondbólt, ein ítrótt sum hann elskar, skrivar Neistin.

[object Object]Dánjal Ragnarsson (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson hevur skrivað sáttmála við ÍBV, sum spælir í bestu deildini í Íslandi. Dánjal flytir til Íslands í august. Dánjal fer at búgva á Vestmannaoyggjunum og arbeiða hálva tíð.

ÍBV hevur eitt gott “setup”, sum mennir ungar leikarar og hava tey sent nógvar leikarar avstað til lið í Europa. Dánjal sigur sjálvur, at hann ferð at gera alt hann kann fyri at menna seg sum leikara í Íslandi og vónar at fáa møguleika at spæla úti í heimi við onkrum stórum felag í framtíðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mai 2021

43 Leygardagur 29. mai 2021

Hetta er hópurin til EM-undankappingina fyrst í juni

Landsliðsvenjararnir hava úttikið 18 leikarar til EM-undankappingina, sum verður leikt 4 til 6. juni í Høllini á Hálsi. Mótstøðuliðini eru Finnland og Ísrael

Lív Poulsen, sum fyrr ár gjørdist Føroyameistari við StÍF, er úttikin til HM-undankappingina. Tað er Ingunn Kristina Persson úr Neistanum eisini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undan-undankappingina 4.- 6. juni móti Finnlandi og Ísrael.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, StÍF

Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK
Poula Dulavík Berg, StÍF

Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Christophersen Jojic, VÍF

Dystirnir verða leiktir í Føroyum í Høllini á Hálsi.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar-Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland-Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar-Ísrael

Eitt lið kemur víðari úr bólkinum og vinnur pláss í bólki B til EM-undankappingina saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

44 Leygardagur 29. mai 2021

Áki Egilsnes skal royna seg í týskum hondbólti

24-ára gamli vestmenningurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við EHV Aue, sum í løtuni liggur nummar seks í 2. Bundesliguni

Áki hevur ikki verið fastur maður á landsliðnum seinastu árini, men tekur nú eitt spennandi fet á hondbóltsleið sínari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir at hava bombað mál inn fyri VÍF, fór Áki Egilsnes fyri nøkrum árum síðani til Íslands, har hann saman við millum annað Allani Norðberg av Strondum í løtuni umboðar KA á Akureyri.

Liðið skal í næstu viku spæla fjórðingsfinalur móti Vali í íslendska endaspælinum - eftir kappingarárið skal Áki royna nýggjar leiðir.

Næstu tvey árini skal 24-ára gamli vinstri bakkurin hava heimavølli í Aue, ið liggur í týska landspartinum Sachsen. EHV Aue spælir í næstbestu týsku deildini, ið er ein heilt sterk deild. Liðið liggur nummar seks, nú nøkur umfør eru eftir at leika av kappingarárinum. 19 lið eru ú 2. Bundesliguni.

Á heimasíðu felagsins verður fegnast um, at avloysarin hjá Gabriel De Santis er funin í láma føroyingunum. 24-ára gamli vestmenningurin hevur skirvað undir tvey-ára sáttmála við Aue. Felagið skrivar, at tað ofta er hepnast væl við at fáa leikarar úr íslendsku deildini.

Áki Egilsnes hevur ikki verið við landsliðnum í farnu EM-undankappingardystum, men hevur leikt 12 A-landsdystir og har skotið 38 mál. Í hesum kappingarárinum hevur bakkurin skorað 90 ferðir í 18 dystum fyri KA. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

45 Leygardagur 29. mai 2021

Sjúrður nýggjur liðfelagi hjá Teis

24-ára gamli vinstri vongurin úr Vestmanna skal komandi tvey árini hava heimavøll í Tønder. Liðið spælir í næstbestu donsku deildini

Sjúrður Olsen sigur, at hann sær hetta sum ein upplagdan møguleika at royna seg á hægri støði (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

TM Tønder hevur tryggjað sær ein føroyskan landsliðsleikara. Fyri einum ári síðani skrivaði Teis Horn Rasmussen tvey-ára sáttmála við felagið í Suðurjútlandi, og nú hevur Sjúrður Olsen gjørt tað sama.

Teir vóru liðfelagir á U21-landsliðnum, ið spældi seg til HM-endaspælið í 2017, og hava í seinastuni spælt á A-landsliðnum saman. Komandi kappingarár skulu Sjúrður og Teis royna at hjálpa Tønder longur upp á stigatalvuni í næstbestu deildini í Danmark.

Sjúrður gjørdist fyri stuttum føroyameistari við barndómsfelagnum VÍF, ið hann altíð hevur umboðað, og 24-ára gamli vongurin spældi ein týðandi leiklut í sigrinum á Kekkia í EM-undankappingini fyri einum mánaði síðani.

TMT hevur á heimasíðu sínari í vikuni kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin skiftur til felagið, og at partarnir hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. Venjarin, Michael Wollesen, lýsir hann sum ein ógvuliga spennandi og skjótan leikara við nógvum styrkum í álopsspælinum og í verjuspælinum, har Sjúrður millum annað fangar nógvar bóltar.

Sjálvur sigur Sjúrður Olsen millum annað soleiðis: 

- TM Tønder er eitt felag við høgum málsetningini og einum sterkum venjingarumhvørvi, har nógvir leikarar hava ment seg uppá tann rætta mátan. Eg vóni at gera mun, hvat úrslitum viðvíkur, og samstundis taka næsta fetið í menningini sum hondbóltsleikari og persónur. Tá møguleikurn kom, tók eg avbjóðingina upp, og síggi tað sum ein upplagdan møguleikan at royna meg á hægri støði

Teis og liðfelagirnir endaðu á 11. plássi útav teimum 14 í farna kappingarári.

 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

46 Leygardagur 29. mai 2021

Jónas og Helgi noyðast tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina

Viking Stavenger tapti triðja og seinasta upp- og niðurflytingardystin við trimum málum fyri Nøtterøy

Høvuðsvenjarin Scott Harrington, ið hevur eina fortíð í føroyskum hondbólti, í tungum huga í mikukvøldið (Mynd: Trine Nessler Wichmann/vikinghk.no)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lagnan hjá Viking Stavanger komandi kappingarár varð avgjørd mikukvøldið. Tað varð hon í seinasta triðja og seinasta upp- og niðurflytingardystin.

Viking vann tann fyrsta í Stavengar við einum máli seinasta týskvøld, men í Nøtterøy sunnudagin endaði tað 31-25. Harvið skuldi alt avgerast í Stavanger, og tað endaði við, at liðið úr næstbestu deildini vann seg upp og harvið sendi Viking Stavanger niður.

Føroyingaliðið var rakt av skaðum, millum annað var fyrsti málverjin, Ole Andre Lerang, uttanfyri, og megnaði ikki at gagnnýta sínar møguleikar í dystinum. Millum annað hevði Kjartan Johansen onkrar góðar møguleikar, tá dysturin skuldi avgerast. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at afturat misnýttu møguleikunum, so høvdu skeivar dømingar eisini sína ávirkan. 

Í høvuðsheitinum hevur 2021 verið ógvuliga tungt fyri teir í felagnum, tí óvissa hevur valdað allatíðina. Tá fyrsti dysturin móti Nøtterøy varð leiktur, vóru tað júst fimm mánaðir síðandi seinasta kappingardystin hjá Viking.

[object Object]
Kjartan og Jónas síggjast her í miðjuni. Strandingurin hevur spælt sín seinasta dyst fyri Viking Stavanger - Jónas skrivaði í apríl undir nýggjan sáttmála við felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið var aftanfyri við tveimum málum í steðginum, men var á odda við einum máli tá fimm minuttir vóru eftir, men endaspurturin hjá útiliðnum var nógv betri, og Nøtterøy vann 31-28. Jónas Gunnarson Djurhuus var toppskjútti fyri heimaliðið við seks málum.

Kjartan Johansen fer nú at royna seg í bestu svensku deildini. Hoyvíkingarnir Jónas Gunnarson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal eru lyklaleikarar í Stavanger og báðir hava longt sáttmálan við felagnum, so at teir eisini spæla har næsta ár. Tað verður so í næstbestu deildini aftur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

47 Leygardagur 29. mai 2021

Sverri vann silvur í Sveis

Føroyski rógvarin endaði á einum 2. plássi í A-finaluni í World Cup II kappingini sunnudagin – sum heild eri eg væl nøgdur við mítt avrik, sigur hann

(Mynd: Rógvi Langgard/Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen silvur í World Cup II kappingini í Luzern í Sveis.

Við tíðini 6.50.13 gjørdist hann nummar tvey í A-finaluni í einskullara, minni enn tvey sekund eftir týska Oliver Zeidler, sum vann gull við tíðini 6.48.26.

Í hálvfinaluni í gjár endaði Sverri eisini sum nummar tvey aftanfyri Oliver Zeidler – við einum sekundi á muni.

Á triða plássi í dag var norðmaðurin Kjetil Borch, sum kom á mál við tíðini 6.54.09.

[object Object]
(Mynd: Danska landsliðið/Facebook)

– Eg var ikki heilt so skjótur frá byrjan sum ætlað. Fyrstu túsund metrarnar vóru ikki so skjótir, sum eg hevði vónað. Men eg helt, at eg hevði meira at geva teir síðstu túsund metrarnar. Sum heild eru eg væl nøgdur við mítt avrik í Luzern, sigur silvurvinnarin sambært Facebook-síðuni hjá danska landsliðnum í rógving.

Í summar skal Sverri umboða Danmark í OL í Tokyo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2021

48 Leygardagur 29. mai 2021

Signhild svam góða tíð í síðstu kappingini

Hetta var triðja og síðsta greinin hjá Signhild Joensen í EM í Budapest

(Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Signhild Joensen royndi seg farna leygarmorgun í 200 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og gjørdist har nummar 32 av 36 við tíðini 2:18.50.

Hetta er besta tíð sum Signhild hevur svomið í hesi grein í ár, har hennara allarbesta tíð er føroyska metið á 2:14.01 frá Danish Open í 2017, skrivar heimasíðan svimjing.com.

Hetta var triðja og síðsta grein hjá Signhild á hesum EM, undir heldur serligum umstøðum, vegna koronaavmarkingar og tað at hon eisini tí endaði við at verða einsamallur luttakari úr Føroyum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mai 2021

49 Leygardagur 29. mai 2021

Metstór luttøka i kappróðri

119 manningar hava meldað seg til FM-róðrarnar í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Freistin at melda til luttøku í FM kappróðri var av farna vikuskifti, og metið frá í fjør er tikið. Hesum boðar Róðrarsambandið frá á heimasíðuni.

Til fyrstu upprunaliga freistina í fjør vóru 65 manningar meldaðar til luttøku, men orsakað av serligu umstøðunum av koronu bleiv freistin flutt, og talið hækkaði til 95. Harafturat komu knappar 20 manningar, sum luttóku í einari stevnu, ella sum gestaluttakarar.

119 manningar hava meldað seg til FM róðrarnar 2021 – hesar eru deildar út upp á 68 kappróðrarbátar.

Størsti bólkurin er innan barnaróður, har 23 manningar luttaka fyri barnaróður gentur og 23 manningar fyri barnaróður dreingir. 16 gentu- og 15 dreingjamanningar, 13 kvinnumanningar við fimm-mannførum, 6 kvinnumanningar við seks-mannaførum og 3 mastersmanningar við kvinnum. 12 manningar luttaka við seks-mannafør við monnum, 5 átta-mannafør og 3 tíggjumannafør.

- Hetta vísir eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri kappróðri er størri enn nakrantíð. Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna – føroyskum kappróðri at frama, sigur Róðrarsambandið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mai 2021

50 Leygardagur 29. mai 2021

Róðrargrunnur Føroya játtað seks feløgum stuðul

Seks kappróðrarfeløg fáa 23.000 krónur í part

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seks kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í 2021. Av teimum 138.000 krónunum, sum grunnurin hevur at lata sum stuðul hesaferð, fær hvørt av teimum seks feløgunum 23.000 krónur til bátasmíð

Róðrargrunnur Føroya fekk 10 umsóknir í ár. Hetta er tað mesta higartil.

Ein umsókn varð tikin aftur, og í trimum førum vóru bátarnir liðugt smíðaðir og latnir feløgunum áðrenn umsóknarfreistin var úti. Í teimum førunum kundi stuðul tí ikki játtast. Hinar seks umsóknirnar luku treytirnar.

Tey seks feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:

Miðvágs Róðrarfelag, 6-mannafar
Havnar Róðrarfelag, 6-mannafar
Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag, 5-mannafar
Kappróðrarfelagið NSÍ, 5-mannafar
Sunda Róðrarfelag, 5-mannafar
Skála Róðrarfelag, 6-mannafar

Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl í 2022, fellur stuðulin aftur til grunnin. Tá kann felagið tó søkja av nýggjum.

Løgtingið játtaði 100.000 krónur á fíggjarlógini fyri 2021 til at smíða kappróðrarbátar at stuðla upp undir tjóðarítrótt føroyinga. 38.000 krónur fullu aftur til grunnin frá undanfarna ári, og vórðu lagdar aftrat upphæddini at lata sum stuðul.

Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018 og hevur higartil játtað stuðul til at smíða 20 nýggjar kappróðrarbátar, fimm í 2018, fýra í 2019, fimm í 2020 og seks í 2021.

Virksemið hjá grunninum í 2022 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2021

51 Leygardagur 29. mai 2021

Venjingarhølið í Stráluneystinum kann nú takst í nýtslu

Neystið varð reist í apríl 2013, so talan hevur verið um drúgva tilgongd. Nógv ólønt arbeiðsmegi er orsøk til, at neystið nú er vorðin veruleiki. Nú kunnu fólk í Sjóvar kommunu tekna hald til venjingarhølið

2019 varð samstarvsavtala gjørd millum Sjóvar kommunu og nevndina í Ungmannafelagnum Strálan um at fáa neystið liðugt, og nú er hetta veruleiki (Mynd: sjovar.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Arbeiðið við Stráluneystinum á Strondum hevur verið drúgt. Neystið varð reist hin 12. apríl 2013, og nú átta ár seinni kann nýggja venjingarhølið takast í nýtslu. Í 2019 varð samstarvsavtala gjørd millum Sjóvar kommunu og nevndina í Ungmannafelagnum Strálan um at fáa neystið liðugt, og nú er hetta veruleiki. 

Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari.

- Sera nógv og kærkomin ólønt arbeiðsmegi eigur heiðurin av, at neystið nú er vorðin veruleiki. Hiðani skal ljóða ein tøkk til øll, ið hava lagt tíð og orku í arbeiðið.

Í dag letur nýggja venjingarhølið í Stráluneystinum upp fyri almenninginum. Í hesum sambandi hava fólk møguleika at síggja húsið frá kl. 15-18. Tá verður eisini møguleiki at tekna hald og fáa lykil til venjingarhølið. 

Aldursmark fyri nýtslu av venjingarhølinum er sett at verða 18 ár - tó kunnu yngri brúkarar venja í venjingarhølinum saman við vaksnum, skrivar Sjóvar kommuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021

52 Leygardagur 29. mai 2021

Føroyaleikir – savnandi ítróttastevna í summar

ÍSF hevur tikið stig til stevnu, ið eftir ætlan skal vera afturvendandi tey árini føroysk ítróttafólk ikki fara til oyggjaleikir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir føroysku oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

Tá oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 vórðu avlýstir vegna covid19, gjørdi ÍSF av at skipa fyri aðrari líknandi stevnu í Føroyum. Og nú tað er kunngjørt, at vanligu oyggjaleikirnir ikki verða aftur fyrr enn í 2023, er endaliga avgjørt at halda fyrstu Føroyaleikirnar í døgunum 8. til 11. juli 2021.

Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og ætlanin er at skipa fyri kappingum í fýra ymsum kommunum kring landið. Kommunurnar, sum fara at hýsa hesum fyrstu Føroyaleikum, eru Vágur, Tórshavn, Runavík og Klaksvík, sum eisini hava víst tiltakinum stóran áhuga og vælvild. Í samráð við ÍSF og ymsu sersambondini fara hesar kommunurnar at skipa fyri góðum kørmum um Føroyaleikirnar og fyri øll tey luttakandi í ymsu ítróttargreinunum.

Tað verða sambondini, sum sjálvi seta kappingartreytirnar fyri sína ítróttagrein. Til dømis kunnu tey sjálvi velja, hvørt tað verður ein kapping fyri bestu deildirnar einans – ella um tey eisini vilja hava børn, ung ella útlendingar við. Á enskum verða leikirnir nevndir »Faroe Games«.

ÍSF ásetir hvar í landinum hesar ymsu ítróttagreinarnar skulu kappast, men sambondini fara sjálvi at skipa kappingarnar í samstarvi við ÍSF. 

Undirtøkan góð
Av tí, at hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnir, hevur ÍSF havt kunnandi samrøður við øll sambondini fyri at greiða frá ætlanunum og fyri at lodda dýpið. Greitt er, at áhugin fyri Føroyaleikum er sera stórur, og at serliga tey sambondini, ið ikki hava so nógvar aðrar altjóða avbjóðingar, síggja stórt í møguleikanum at kunna bjóða útlendingum hendavegin at kappast annaðhvørt summar. 

Summi sambond hava longu verið úti um seg og bjóðað útlendskum íðkarum til Føroya í summar, og áhugin fyri Føroyaleikunum vísir seg vera sera stórur - eisini uttanlands.

Sjálvandi verður serliga koronastøðan havd í huga, og øll galdandi tilmæli skulu fylgjast.

Ætlanin er at menna Føroyaleikir ár um ár, bæði við kørmum, møguleikum og útlendskum gestum, og ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum, sum fyri nógvar ítróttargreinar er sera kærkomið, nú tey ikki hava kunnað luttikið í altjóða kappingum annað árið á rað.

Høvuðsstuðlarnir til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

Tíðindaskriv frá Ítróttasambandi Føroya 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mai 2021