Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 05. juni 2021 | Nr. 23 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

“Trøllabeiggi” væl umtóktur í India og USA

SíÐa 2

1 Leygardagur 05. juni 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sjálvandi skulu kommunur fáa gjald frá teimum, ið eiga húsini

Spurningurin um ognarskatt gjørdist knappliga ein kjakspurningur hesa vikuna. Serliga eru tað fólkafloksfólk, sum í harðligum vendingum hava boðað frá, at tey undir ongum umstøðum vilja taka undir við ognarskatti ella nøkrum, sum líkist bara eitt sindur.

Orsøkin var, at onkrar kommunur hava gjørt vart við tað órímiliga í, at tað ber til hjá fólki, sum ikki býr í kommununi, at eiga hús á staðnum uttan at skula rinda nakað yvirhøvur í kommunukassan, har húsini standa.

Eitt gjald vildi verið rímuligt, halda hesi fólk, serliga umboðandi smáar kommunur.

Skatting av ognum hevur altíð verið bannað í føroyskum politikki. Tann politikarin, sum hættar sær at nevna hetta sum ein møguleika fyri inntøku til land ella kommunu, hevur skrivað sín egna deyðadóm sum politikari.

Soleiðis er tað bara, og tí fara vit ikki at taka støðu til, hvørt eitt slíkt uppskot kundi verið skilagott ella ikki.

Men at kommunur kunnu fáa eitt gjald fyri hús, sum standa tóm tað mesta av árinum, ella verða brúkt til at leiga út til ferðafólk, er bara skilagott.

Líka mikið hvat Fólkaflokkurin og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum siga í sínum hóttanum um, at hetta er ein glíðibreyt, ið førir lúkst móti ognarskatti.

Tí tað eru veruliga fólk í Føroyum – nógv fólk – sum fegin vilja rinda kommununi eitt sindur fyri tænastuna tey fáa í sambandi við frítíðarhúsini, tey eiga. Tað finnast fólk, sum veruliga ynskja at rinda fyri at eiga hús í aðrari kommunu.

Veruleikin er tann, at líka so gjarna, sum fleiri húsaeigarar ynskja at rinda fyri tænastuna tey fáa, so finst ongin skipan har tey kunnu geva kommununi eitt íkast fyri tað, tey fáa afturfyri.

Tí er tað órímiligt og ikki sørt arrogant av landsstýrismanninum at siga, at drekkivatnið rennur gjøgnum leiðingarnar kortini, eins og avlopsvatnið gjøgnum kloakleiðingarnar, og brúka hetta sum argument fyri, at húsaeigarar ikki skulu gjalda eitt reytt oyra til kommunurna, har hús teirra standa.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7375

    Lisnar síður: 25691

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 05. juni 2021

“Trøllabeiggi” væl umtóktur í India og USA

Stuttfilmurin hjá Gudmund Helmsdal, sum higartil er sloppin við á 21 filmsfestivalar kring heimin, hevur higartil vunnið 18 virðislønir, og festivalrundferðin hjá føroyska stuttfilminum er ikki liðug, sigur leikstjórin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Filmurin “Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal varð fyrstu ferð sýndur á Geytakvøldinum í fjør, og tað kvøldið endaði hann eisini við at vinna Áskoðaravirðislønina á 25.000 krónur. Í dag hevur stuttfilmurin vunnið 18 virðislønir á filmsfestivalum kring heimin.

Stuttfilmurin, sum á eingilskum verður nevndur “Brother Troll”, er 30 minuttir langur og snýr seg um tveir brøður, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali og stríðast fyri tilveruni og sambandinum sínamillum, eftir at teir hava mist elsta beiggjan. Leikarar eru Nicolaj Falck og Búi Dam.

[object Object]

Tað var í oktober í fjør, at Gudmund Helmsdal byrjaði at senda filmin út til ymiskar festivalar, og síðan januar er filmurin sloppin við á 21 festivalar, harav fleiri, ið ikki kunnu avdúkast enn.

– Tað, sum er mest umráðandi er, at filmurin kemur út; tað at eg kann prógva at fólk kring heimin hava hug at síggja mín film, sigur Gudmund Helmsdal við Blaðið Vikuskifti.

[object Object]

Tá Gudmund sendi filmin inn til Geytan í fjør var hann faktiskt ikki heilt liðugur, og síðani Geytakvøldið hevur filmurin fingið eyka litviðgerð, fleiri ljóðeffektir o.a., greiðir leikstjórin frá.

Filmsupptøkurnar byrjaðu á heysti í 2017, á sumri árið eftir varð byrjað at klippa, og í 2019 var klippingin liðug.

– Vit kliptu eitt sindur “on and off”, gjørdu eyka upptøkur, og so ljóðblandaðu vit filmin í endanum av 2019 niðri í Danmark, og so sendi eg ta versiónina til Geytan, sigur Gudmund, sum leggur afturat, at hann vegna koronu valdi at bíða við at senda filmin út til festivalar, og hevði hann tí stundir at pynta uppá filmin.

– Ein universal søga sum øll skilja

At “Trøllabeiggi” fór at verða vístur á so nógvum festivalum var ikki nakað, Gudmund hevði ímyndað sær, av tí at filmurin var so langur.

– Tey siga, at um filmurin er millum 14 og 18 minuttir, so hevur hann størstan møguleika at koma inná festivalar sum ein stuttfilmur, men við tað at hann var ein hálvan tíma, so vónaði eg, at tað fór at rigga kortini, tí søgan kanska var so mikið sterk, og tað gjørdi tað so.

– Summi skriva, at tað er ein universal søga; ein søga, sum øll skilja og kunnu vera við í, men samstundis so er hon eisini so eksotisk, sigur Gudmund, tá hann hugleiðir um, hví filmur hansara hevur fingið so góða undirtøku.

– Fólk hava ikki sæð nógv úr Føroyum, og vita ikki nógv um okkara part av heiminum, so tá vit kliptu hann gjørdi eg nógv við at royna at fáa ta universalu forteljingina fram, sum øll kundu vera við í; men samstundis legði eg dent á tað føroyska og at brúka føroysku náttúruna sum ein viðspælara í søguni.

[object Object]

Gudmund greiðir frá, at tey royndu at gera náttúruna til ein karakter í filminum, so hon ikki bara var har fyri at vera har, men at hon í staðin gjørdist eitt slag av mótstøðumanni.

Leikstjórin lýsir filmin sum eina svarta komediu.

– Tað var útgangsstøðið, men vit valdu at spæla hann sum eitt drama og spæla hann álvarsaman, so tað er tað tragikomiska, sum kemur fram. So hann varð ikki gjørdur sum ein komedia, men hann varð tonktur sum ein øgiliga svørt komedia.

[object Object]

Sendi filmin til nógv fjarskotin lond

Higartil hevur filmurin verið vístur í Asia, Evropa, Suðuramerika og Norðuramerika, og í næstum verður filmurin eisini at síggja í Avstralia, har hann skal vísast á einum festivali í Melbourne.

Tá filmurin skuldi sendast út til ymiskar festivalar, valdi Gudmund at royna at senda filmin til nógv fjarskotin lond eisini, fyri at vita, hvussu tey fóru at taka ímóti honum.

– Higartil hevur hann vunnið flest virðislønir í India og USA, og eisini í Butan og Peru. Eg havi roynt at sent filmin til nógv eksotisk lond, tí tað er nokkso stuttligt haldi eg. Bara fyri at vita, hvussu tey síggja tað, og hvussu tey taka ímóti einari søgu, sum er herfrá, fyri at finna útav hvussu universalt appel hann hevur, sigur Gudmund.

[object Object]

Á einum festivali í India – Madras Independent Film Festival – vann filmurin fýra virðislønir; m.a. eina fyri besta stuttfilm. Búi Dam vann eisini eina virðisløn fyri “besti leikari”, Nicolaj Falck vann eina fyri “besti hjáleikari”, og Jónas í Dali Wagner vann eina fyri "bestu klipping".

Á einum øðrum indiskum festivali – Darbhanga International Film Festival – vann filmurin heili fimm virðislønir fyri ávikavíst “besta stuttfilm”, “besti sjónleikari” (Nikolaj Falck), “besta søgan” (Gudmund Helmsdal, Rakel Helmsdal, og Torfinnur Jákupsson), “besti leikstjóri” (Gudmund Helmsdal), og “besta filmslist” (Rógvi Rasmussen).

Eisini hevur filmurin m.a. vunnið virðislønir fyri “besta stuttfilm” á festivalunum SoCal Film Awards, Druk International Film Festival, og Inca Imperial International Film Festival.

[object Object]

Vónar sjálvur at sleppa út á filmsfestivalar í heyst

Men hóast “Trøllabeiggi” hevur verið á festivalferð, hevur Gudmund sjálvur ikki verið við á festivalunum, m.a. vegna koronu. Eisini hevur hann arbeitt á føroysku krimisendirøðini TROM seinastu tíðina, men nú eru tær upptøkurnar skjótt lidnar, og vónar hann at sleppa út á filmsfestivalar seinni.

– Beint nú arbeiði eg á TROM, men so skjótt eg eri liðugur har, kann eg væntandi sleppa út á nakrar festivalar. Eg trúgvi, at eg vónandi kann byrja at ferðast til festivalar í heyst, nú tá koppsetingarnar eru komnar í hús o.s.fr., sigur leikstjórin.

Og góða undirtøkan, sum “Trøllabeiggi” higartil hevur fingið, er prógv um, at har er áhugi fyri føroyskum filmum, heldur hann.

– Tað er ein partur á leiðini at seta Føroyar á heimskortið sum filmsskapandi tjóð; at fáa umheimin at vísa áhuga í at síggja føroyskar filmar.

[object Object]Higartil hevur Gudmund ikki sjálvur verið úti á filmsfestivalum við "Trøllabeiggja", men vónin er, at hann kann byrja at ferðast runt til festivalar seinni í ár (Mynd: Klara Johannesen)

Ætlar sær at gera ein føroyskan spælifilm

Góða undirtøkan kann eisini gera tað lættari at fáa fígging til eina størri filmsverkætlan, sigur Gudmund, sum í næstum ætlar sær at gera ein spælifilm.

– Tað, sum mann ger ein stuttfilm fyri er at gera eitt visitkort til at kunna fara víðari og fáa fígging til ein stóran film; og fígging, tað fær mann vanliga ikki bara í Føroyum, har skal mann gera eina hjálparframleiðslu við umheiminum. Eg havi í øllum førum fingið sligið mítt navn fast, kann mann siga.

– Mín stóra verkætlan beint nú er at skriva handritið til ein western, sum er ein víðari menning av tí universinum, sum eg eri byrjaður uppá í “Trøllabeiggi”. Mann tekur okkara søgur og so ger eina føroyska versión av einum western.

Søgan til hendan filmin er við at vera har, og skal hon bert skrivast til eitt handrit, og síðani skal fígging fáast til verkætlanina, so tað verður ein løta, áðrenn hesin filmurin verður gjørdur, sigur Gudmund at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021

3 Leygardagur 05. juni 2021

Steðga á í eina viku

Løgmaður mælir til, at vit vísa varsemi komandi sjey dagarnar. Millum annað verður mælt til, at náttarlívið tekur ein steðg hetta vikuskiftið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi sjey dagarnar verður neyðugt at vísa serligt varsemi, nú koronasmittan aftur ger um seg í Føroyum.

Tað er bretska koronufrábrigdið B.1.1.7, sum smittar illa, og í løtuni ber ikki til at siga, at tamarhald er á støðuni.

Tí mæltu myndugleikarnir fríggjakvøldið til, at øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, annaðhvørt verða útsett ella avlýst. Eisini eigur náttarlívið at taka ein steðg hetta vikuskiftið.

Í løtuni er tað fyrst og fremst tey ungu, sum vanliga koma nógv saman, ið skunda undir smittubreiðsluna í Føroyum. Somu mynd síggja vit eisini uttanlands.

"Í vikuni lótu vit upp fyri at tey ungu kunnu lata seg koppseta. Nú snýr tað seg um at halda fast í nakrar fáar vikur. Klára vit at niðurberja hesa smittuna, so kunnu vit væntandi virka frítt og frælst í summar," segði løgmaður.

Tað er eisini neyðugt, at fólk venda aftur til tey amboðini, sum hava tænt okkum væl seinasta árið: at hava gott reinføri og halda neyðugu frástøðu.

Tilmælini eru galdandi komandi sjey dagarnar.

Hesi tilmælini hava millum annað ført til, at Norðoyastevnan, ið skuldi vera hetta vikuskiftið er avlýst. Mentanarnáttin í Havn fríggjakvøldið er útsett, eisini Tórshavn Marathon, sum skuldi vera sunnudagin, og áskoðarar sleppa ikki inn til fótbólts- og hondbóltsdystirnar, ið verða spældir hetta vikuskiftið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

4 Leygardagur 05. juni 2021

Ikki vist at ein vika er nóg mikið

Í ringasta føri kunnu tað ganga fleiri vikur áðrenn vit eru uppi aftur í ferð, sigur Pál Weihe um koronustøðuna

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Í ringasta føri kunnu tað ganga fleiri vikur áðrenn Føroyar kunnu fara upp aftur í ferð, men mítt besta boð er, at um eina viku ella kanska tvær vikur, so hava vit tamarhald á hesum her.

Tað segði Pál Weihe, sum í meira enn eitt ár nú hevur gjørt av, hvat føroyingar skulu og ikki, tá tað kemur til koronu, í Degi og viku hóskvøldið. Hann og myndugleikarnir hava mælt til, at samfelagið fer niður í ferð í sjey dagar.

Øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, eiga annaðhvørt at verða útsett ella avlýst. Eisini náttarlívið eigur at taka ein steðg hetta vikuskiftið, halda myndugleikarnir.

Men ein vika er møguliga ikki nokk.

- Tað er ikki vist, tað ein vika er nóg mikið. Men eg haldi at tá vit biðja fólk um at offra slíkt, so haldi eg tað realistiskt at ein vika kann gera tað, at vit fáa tamarhald aftur.

- Fyri hvønn dag sum gongur, so veksur vaksinuverjan her í Førouum. So vit skulu iikk nógvar vikur fram, so eru vit komin út í frælsið, segði Pál Weihe.

- Eg eri vónríkur um tað sosiala í summar. Pisufundur eitt nú men eisini ólavsøkuna. Eg havi vónir um tað, segði hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

5

Størv

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 05. juni 2021

Gestir í Luux eiga at lata seg kanna

Ein persónur sum hósdagin fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og í barrini. Landslæknin heitir á tey sum hava verið har um at lata seg kanna

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landslæknin heitir nú á øll, sum vóru á dansistaðnum og barrini Luux í Havn seinasta vikuskiftið, náttina til sunnudag millum kl. 01.00 til 03.30, um at lata seg kanna.

Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á, at ein persónur, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur verið á dansistaðnum og barrini.

- Í hesum einstaka føri er tað ómetaliga torført at uppspora smittuna. Vit hava ein greiðan varhuga av, at viðkomandi helst er smittaður í Luux, og tí heita vit á øll um at lata seg kanna sum skjótast, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

7 Leygardagur 05. juni 2021

Øll bjargað úr tunlinum

Hósdagin var aftur eldur í Sandoyartunnlinum, hesaferð Streymoyarmegin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

13 persónar vóru inni í Sandoyartunlinum, tá eldur kom í fyrrapartin hósdagin. Seinnapartin kundi løgreglan upplýsa, at allir allir persónarnar bjargaðir vóru bjargaðir úr tunlinum.

Øll høvdu tað eftir umstøðunum gott, men vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

[object Object]

Eldurin byrujaði í einum lastbili, sum stóð umleið ein kilometur niðri í bergholinum. Og sum myndirnar herundir vísa, kolaðist bilurin upp.

[object Object]

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

8 Leygardagur 05. juni 2021

KAF: Uppskotið hjá Pedagogfelagnum var einsíðað

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um avgerðina hjá Føroya Pedagogfelagið um at lýsa arbeiðssteðg og sigur seg vera sinnað at samráðast aftur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við (Mynd: kaf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin 21. mai legði Semingsstovnurin eitt uppskot fyri Føroya Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Pedagogfelagið vrakaði hetta semingsuppskotið. Síðani hava partarnir ikki verið við borðið, men 26. mai sendi Føroya Pedagogfelag arbeiðsgevarunum eitt uppskot til semju - eitt uppskot, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skrivi seinnapartin skýrir einsíðað og sum einamest tekur støði í upprunakrøvunum hjá felagnum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skrivar, at felagið, eins og Fíggjarmálaráðið, er sinnað at samráðast við  men útgangsstøði skal takast í semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar 21. mai 2021.

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann ikki taka undir við einum uppskoti um semju, sum er gjørt av einum av pørtunum, og sum ikki leggur upp fyri ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum. Tað skal viðmerkjast, at ein semja er tað, sum partarnir gerast samdir um, og ikki eitt einsíðað skjal frá øðrum partinum, sum í stóran mun bert inniheldur upprunakrøvini hjá øðrum partinum.

Samstundis harmast felagið um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við.

Pedagogfelagið hevur hesa vikuna svarað aftur við tveimum 24 tíma stakverkføllum. Hósdagin vóru ongir pedagogar til arbeiðis í landsins vøggustovum, og fríggjadagin var tað Eind 9 hjá Almannaverkinum, sum tað gekk útyvir.

Væntandi verða fleiri tiltøk í komandi viku, um tað ikki kemur gongd á samráðingarnar aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

9 Leygardagur 05. juni 2021

Pedagogfelagið lýsir samdøgursverkfall mánadagin

Hetta rakar fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í eini roynd at fáa Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur til samráðingarborðið, lýsir Føroya Pedagogfelag 24 tíma arbeiðssteðg mánadagin 7. juni klokkan 7.00 til týsdagin 8. juni klokkan 7.00, fyri allar limir í Føroya Pedagogfelag, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar.

Hesum boðaði felagið frá í gjárkvøldið.

Ítøkiliga er talan um hesi støð:

• Námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar sum eru knýttir at serstovum í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.

• Hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar í skúlanum á Trøðni.

• Forskúlanámsfrøðingar.

• Limir sum starvast í frískúlum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

10 Leygardagur 05. juni 2021

Helgi Abrahamsen: Gjaldsportrið í Saksun er neyvan lógligt

Gjaldsportrið, sum hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun síðan 2019, er ikki í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini, sigur landsstýrismaðurin

(Savsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nógv umrødda gjaldsportrið, sum ein festari í Saksun setti upp í 2019, er neyvan lógligt.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum í svari til fyrispurning frá Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Aksel V. Johannesen spurdi m.a. landsstýrismannin, um hann helt gjaldsportrið vera í samsvar við landsins lóg, og eisini vildi hann hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlaði at gera við málið, um talan var um nakað ólógligt.

Har eru ongar nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina, og vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast, sigur Helgi Abrahamsen.

Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldsportrið, sum hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini, og er gjaldsportrið tí neyvan lógligt, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

11 Leygardagur 05. juni 2021

Føroya einasta blaðprentsmiðja gevst

Pf. Prentmiðstøðin, ið prentar Sosialin, Dimmalætting og Norðlýsi støðgar virkseminum á ólavsøku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ólavsøkubløðini verða tey seinastu bløðini, sum verða prentað á Føroya einastu prentsmiðju við rotasjónspressu at prenta avísir við.

Norðlýsi visti í vikuni at siga, at leiðslan í Pf. Prentmiðstøðin hevur gjørt av at støðga virkseminum.

“Norðlýsið hevur fingið uppspurt í morgun, at Prentmiðstøðin snarar lykilin á Ólavsøku. Raksturin gevur hall og tískil verður hetta stig tikið. Starvfólkini eru kunnaði í morgun, siga tey frá Prentmiðstøðini í morgun”, skrivaði Norðlýsið á netinum hósdagin.

Núverandi eigarar av Pf. Prentmiðstøðini eru Pf. 2, eitt felag hjá Nema, og Spf. Sosialurin. Jon Hestoy er stjóri í felagnum. Nevndarlimirnir eru Árni Tór Rasmussen, John Petersen og Jonhard Hammer.  

Føstu kundarnir hjá fyritøkuni eru bløðini Sosialurin, Dimmalætting og Norðlýsi.

Seinastu fimm árini hevur upplagið hjá bløðunum verið so at siga støðugt, men útgávutalið hevur verið minkandi. Almennu upplagstølini hjá Hagstovuni siga, at í 2016 var upplagið 12.000 eintøk tilsamans – nýggjasta upplagstalið, tað er fyri 2020, sigur 11.900 eintøk. Í 2010 var upplagið 26.400. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

12 Leygardagur 05. juni 2021

Útsagnirnar hjá Jenis av Rana hava higartil ikki darvað koppsetingargongdina

Løgmaður ásannar, at landsstýrisfólk eiga at halda seg til síni egnu málsøki, men nakað bendir á, at útsagnirnar hjá Jenis av Rana um koppseting ikki hava havt stórvegis ávirkan á koppsetingargongdina

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað vakti ans, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum herfyri segði, at hann fyribils ikki kendi seg nóg tryggan at lata seg koppseta fyri koronu.

- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, segði hann tá við VP.

Ein teirra, sum fanst at Jenis av Rana fyri útsøgn hansara, var Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum helt, at landsstýrismaðurin við slíkari útmelding saboterar átøk og tilmæli hjá bæði serfrøðingum og landsstýrinum.

Aksel V. Johannesen spurdi tí Bárður á Steig Nielsen, løgmann, um hann helt tað bera til at hava ein landsstýrismann, sum gongur ímóti tilmælunum frá heilsumyndugleikunum og landsstýrinum um at lata seg koppseta. Eisini spurdi hann løgmann, um hann helt, at útsøgnin hjá Jenis av Rana kundi fáa óhepnar fylgjur fyri koppsetingargongdina í Føroyum.

Í svarinum til Aksel V. Johannesen ásannar løgmaður, at landsstýrisfólk eiga at halda seg til síni egnu málsøki, og heldur hann tað vera óskikkað, at landsstýrisfólk úttala seg um málsøkini hjá øðrum landsstýrisfólkum. Tað er heldur ikki skilagott, at landsstýrisfólk fara út alment við síni persónligu áskoðan, tá ið hetta gongur ímóti stevinum hjá landsstýrinum, sigur hann.

Tað ber tó ikki til at gera eina endaliga niðurstøðu um útsagnirnar um koppseting hjá Jenisi av Rana, sigur løgmaður, men nakað bendir á, at tað ikki hevur havt stórvegis ávirkan á koppsetingargongdina í Føroyum, sigur hann.

– Sjúkrahúsverkið hevur fylgt við, hvussu nógv fólk hava bílagt sær tíð til at lata seg koppseta, síðani bíleggingarskipanin lat upp aftur herfyri. Her er eingin broyting at hóma, og ongar tíðir eru tøkar í løtuni. Sjúkrahúsverkið hevur eisini verið í sambandi við tey, ið koppseta, fyri at fregnast, um fleiri fólk avlýsa sína tíð ella als ikki møta upp. Heldur ikki her er nøkur broyting, svarar løgmaður millum annað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

13 Leygardagur 05. juni 2021

Flestu smittutilburðir komu úr Kekkia

Av 113 tilburðunum av covid19, vórðu 30 funnir í sambandi við komu til landið

(Savnsmynd: Ólavur Frederikssen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Av teimum 113 smittutilburðunum, sum í gjár vórðu skrásettir í Føroyum síðan ársskiftið, vórðu 30 teirra staðfestir í sambandi við komu til Føroyar ella beint eftir innferð.

Hetta upplýsir Landslæknin fyri Portalinum. Landslæknaembætið hevur ikki hagtøl fyri bústaðin hjá teimum smittaðu, og kann tí ikki upplýsa um tað eru fólk, ið búgva her á landi, ella útlendsk ferðafólk, sum bera smittuna til landið.

Men Landslæknin førir hagtøl fyri hvaðani smittan er komin. Hesi tøl vísa, at flest smittað komu úr Kekkia.

Tølini fyri innfluttu smittutilburðirnar eru hesi:
Kekkia 8
Danmark 5
Rumenia 4
Poland 3
Ukreina 3
Brasil 2
Gambia 1
Nigeria 1
Ghana 1
Serbia 1
Litava 1 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

14 Leygardagur 05. juni 2021

Nýggja leiðslan á Familjudeplinum

Fróði Joensen og Elin H. Ásudóttir manna depilsleiðsluna í nýggja Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fróði Joensen og Elin H. Ásudóttir hava nú tikið við sum depilsleiðsla á nýggja Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Familjudepilin er ein samanrenning av føðideildini, barnadeildini og barna- og ungdómspsykiatriini.

Endamálið við Familjudeplinum er at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Allar barnakonur, børn og ung fáa á hendan hátt viðgerð á sama depli.

Á Familjudeplinum verður dentur lagdur á tvørfakliga fyribyrging, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnaði hjá øllum børnum – uttan mun til um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku – avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Fróði Joensen er setur í starv sum depilsleiðari við læknafakligaru bakgrund, og Elin H. Ásudóttir er sett sum depilsleiðari við heilsufakligari bakgrund, boðar Landssjúkrahúsið frá. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

15 Leygardagur 05. juni 2021

Tapini hjá føroysku peningstovnunum ikki stór í 2020

Tapini hjá føroysku peningastovnunum øktust í 2020, men vóru ikki størri enn, hvat tey í miðal hava verið seinastu fimm árini, sigur Landsbankin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Orsakað av Covid-19 var eitt fall í framleiðsluvirðinum BTÚ í 2020 og tískil er ikki óvæntað, at føroysku peningastovnarnir fóru at hava tap í fjør. Føroyski búskapurin er tó higartil sum heild sloppin væl ígjøgnum stoytin frá Covid-19, og tað sæst aftur í tapunum hjá føroysku peningastovnunum.

Tapini øktust í 2020 í mun til árið fyri, men tapini vóru ikki størri í 2020, enn tað tey í miðal hava verið seinastu fimm árini. Staðfestu tapini vóru í 2020 0,2 prosent av samlaðu útlánunum og veðhaldunum hjá føroysku peningastovnunum tilsamans.

[object Object]

Tapini vóru serliga stór í 2010, og hesi stava einamest frá tapunum hjá táverandi Eik banka. Eik banki varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet í 2010. Tapini vóru somuleiðis stór eftir bankakreppuna í 90’unum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

16 Leygardagur 05. juni 2021

Samlaða innlánsyvirskotið er lækkað

Samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er lækkað eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá. Innlánsyvirskotið var við endan av mars mánaði 1,7 milliardir krónur hjá føroysku peningastovnunum tilsamans

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samlaðu innlánini eru lækkaðu úr 25,7 milliardum krónum í januar 2021 niður í 19 milliardir í mars 2021 eftir at danska deildin hjá BankNordik varð seld frá.

Útlánini vóru 17,3 milliardir krónur tilsamans í mars 2021, og samlaða innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,7 milliardir krónur í mars 2021 í mun til 6 milliardir í januar 2021. Stóra fallið í innlánsyvirskotinum skyldast tí einamest søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

[object Object]

Tað ger ikki stóran mun fyri samlaða innlánsyvirskotið, um grønlendska deildin hjá BankNordik verður tald við. Innlánsyvirskotið er mest sum á somu stødd, tá einans verður hugt eftir inn- og útlán til føroyskar kundar frá føroysku peningastovnunum.

Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum var 3,5 milliardir krónur í mars 2021, men verða sethúsalánini í donsku realkredittstovnunum trekt frá, er innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum nærum 250 milliónum krónum í mars 2021. Føroysku vinnukundarnir hava størri skuld í føroysku bankunum enn innistandandi, og hava eitt innlánsundirskot á nærum 2 milliardir krónur í mars 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

17 Leygardagur 05. juni 2021

Hasfjord bar við land í Skopun

Um vikuskiftið rendi Ternan á land, í hósmorgunin Hasfjord

(Vevmynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrapartin hósdagin bar strandfaraskipið Hasfjord við land í havnini í Skopun.

Hasfjord fekk eitt blackout, júst sum hann var komin út á pollin á veg til Gomlurætt.

Tað var ongantíð vandi á ferð, og Hasfjord rendi seg ikki fastan. Bátar skumpaðu Hasfjord yvir til pierin á Pollinum, so vanliga ferðslan til og úr Skopunar havn kundi takast uppaftur

[object Object]
Vevmynd: Landsverk

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

18 Leygardagur 05. juni 2021

Tvær buklur komnar fremst á skipinum

Hetta tó uttan at nakar leki er staðfestur, og Skipaeftirlitið hevur tí givið fyribils loyvi til, at Ternan er í vanligari sigling

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kavarar hava staðfest, at tvær buklur komu fremst á Ternuni, tá strandfaraskipið seinasta vikuskiftið rendi á land inni í mølini í Skopunar havn.

Fráboðanin kom leygardagin klokkan 16.23, og avgjørt var beinanvegin at lata Ternuna vera liggjandi so møguligi skaðin kundi kannast og bíða var eftir, at tað fór at fløða aftur, sigur Strandferðslan í kunningarskrivi á heimasíðuni.

Hvørki ferðafólk, manning ella farmur fekk nakran skaða og vóru ferðafólk løtu seinni førd í land við Kavaranum.

[object Object]

Tveir tímar seinni sigldi Ternan inn til bryggjuna í Skopun og kundu kavarar seinni staðfesta, at tvær buklur eru komnar fremst á skipinum, tó uttan at nakar leki er staðfestur. Skipaeftirlitið hevur tí fyribils givið loyvið til, at Ternan kann fara aftur í vanliga sigling, og fór hon aftur á leið 60 fyrsta túrin í morgun.

Eftir hendingina, sigldi Hasfjord áhaldandi millum Gomlurætt og Skopun til seinasta túrin av Gomlurætt kl. 22:40. Erla Kongsdóttir kom eisini inni á leið 60 og gjørdi túrar millum Skopun/Gomlurætt og Gomlurætt/Hest, so at øll ferðafólk sluppu um fjørðin, tó við seinkingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

19 Leygardagur 05. juni 2021

Hálvt árs fongsulsrevsing fyri at smugla hassj til Føroya

Ein persónur, sum kom við Norrønu mánamorgunin, varð týsdagin dømdur fyri at hava roynt at smugla góð trý kilo av hassji til Føroya

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein persónur varð í Føroya rætti týsdagin dømdur fyri at hava roynt at smugla góð trý kilo av hassji til Føroya.

Viðkomandi varð tikin mánamorgunin, tá hann kom úr Danmark við Norrønu. Hassjið, sum hann ætlaði at selja víðari, var fjalt í einum vørubili. Talan var heilt nágreiniliga um 2.990,6 gram.

Ákærdi, sum ikki er revsaður áður, játtaði seg sekan.

Hald varð lagt á hassjið, og viðkomandi fekk hálvt árs treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at hann skal gjalda sakarmálskostnaðin.

Orsakað av nøgdini av hassjinum, lutfalsliga professionella mátanum, smuglingin er gingin fyri seg, og endamálinum við at selja rúsevnini víðari, var ikki grundarlag fyri at gera revsingina treytaða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

20 Leygardagur 05. juni 2021

Hava sent tilfar niður til nærri kanningar

Fáa einki sagt um orsøkina fyrr enn svar kemur úr Danmark

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgreglan er nú liðug við kanningarnar í toftunum av húsunum, sum brunnu í grund í ógvusligum eldsbruna í Sandvík 21. mai.

- Vit gjørdu tær seinastu kanningarnar mánadagin. Vit hava savnað inn tilfar, sum er pakkað og sent niður til Danmarkar at kannast nærri av serfrøðingum. Fyrr enn hesar kanningarnar eru gjørdar, kunnu vit einki siga um orsøkina til eldsbrunan, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Miðilin vp.fo visti í vikuni at siga, at varhugin hjá føroysku løgregluni er, at eldsbrunin skyldast eitt brek í el-innleggingini í køkinum í húsunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

21 Leygardagur 05. juni 2021

Ala tara á Gøtuvík

Vóna at felagið kann skera upp til 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið

Ólavur Gregersen, stjóri, og Magni Arge, nevndarformaður, við nýggja loyvisbrævinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og kortinum við staðsetingini av taraaliloyvinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heilsufrøðiliga Starvsstovan handaði í gjár Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á Gøtuvík.

Loyvið er galdandi í 12 ár fram til 1. juni 2033, og fevnir um aling av breiðbløðkutum sukurtara á aliøkinum AA-03, sum liggur uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Laksaaliøkið hjá Bakkafrost liggur innan fyri taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest.

Ocean Rainforest roknar við at seta út sáddar tarateymar á Gøtuvík í heyst, og fáa fyrstu royndirnar við taraaling á Gøtuvík til høldar. Liggur væl fyri, so vónar felagið at kunna skera upp til 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið.

Hetta er annað taraaliloyvi hjá Ocean Rainforest. Í fjør fekk felagið loyvi til at ala tara á Funningsfirði, og longu nú verður tari skorin av sáddum teymum, sum blivu settir út stutt fyri árskiftið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

22 Leygardagur 05. juni 2021

Býráðið í Eysturkommunu samtykt uppskot um íbúðarbygging í Norðragøtu

Talan er um uppskot at byggja 34 búeindir – harav 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir. Ætlanin er at fara í gongd at byggja í vetur, og væntandi er klárt at flyta inn fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna hóskvøld samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av uppskoti um íbúðarbygging í Norðragøtu. Talan er um uppskot at byggja 34 búeindir – harav 28 leiguíbúðir og seks lutaíbúðir. Økið liggur væl fyri ovarlaga í bygdini beint norðan fyri eldrasambýlið Gøtubrá.

Tað var í januar, at býráðið samtykti at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging. Matrikul 72f varð síðan sett til sølu í apríl við nøkrum treytum, og tvey tilboð komu inn.

Býráðið valdi verkætlanina Eyðabø eftir tilmæli frá dómsnevndini, sum varð sett at meta um uppskotini. Handan verkætlanina eru Pf. Varðin, Pf. Búsetur, Bústaðir – Føroya Bústaðarfelag og Spf. Henning Larsen arkitektar.

Leiguíbúðirnar í uppskotinum eru ymiskar í stødd. Tær eru úr 47 fermetrar til 122 fermetrar. Lutaíbúðirnar eru allar 122 fermetrar. Sambært tíðarætlanini í valda uppskotinum er ætlanin at fara í gongd at byggja í vetur, og væntandi er klárt at flyta inn fyrstu íbúðirnar tíðliga í 2023, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuna.

At útvega íbúðir er partur av ætlanini hjá Eysturkommunu at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. Afturat verkætlanini í Norðragøtu arbeiðir kommunan eisini við møguleikum fyri íbúðarbygging í Syðrugøtu og í Leirvík.

Eyðabø verkætlanin tekur útgangsstøði í at skapa ein býling, sum tekur støði í lendinum og veðurlagnum á staðnum. Aðalmálið hevur verið at finna eina javnvág millum at byggja lutfalsliga bíligt og samstundis skapa ein bústað við høgari dygd, funktionellum loysnum, góðum tilfari, nokk av dagsljósi, góðum útsýni, góðum uttandura uppihaldsøki og ómakaleysari atkomuligheit, skrivar Eysturkommuna.

Umframt at íbúðirnar skulu vera einfaldar at byggja, er eisini dentur lagdur á, at allar íbúðirnar hava góðan sólargang. Hetta við at allar íbúðir hava terrassu í ein útsynning. Bygningskroppurin og forskjótingin í íbúðunum tryggjar eisini at bæði altan og terrassa fáa krókar, sum geva lívd, ikki minst ímóti høgættini.

Ynski er at fáa eitt væl skipað íbúðarøki, sum tekur hædd fyri landslagnum, samstundis sum atlit verða tikin fyri umhvørvinum og stórfingna og fría útsýninum.

Dómsnevndin metti, at uppskotið er heldur øðrvísi í mun til alla tað bygging, sum hevur verið framd seinastu nógvu árini í Føroyum. Tað leggur seg eftir at skapa ein býling til uppihald og trivnað; ein býlingur, sum í størri mun arbeiðir við hvørjari eind sær og samanlagt skapar eitt grannalag við meira margfeldni og sínum heilt egna samleika.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

23 Leygardagur 05. juni 2021

Betri Banki: Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa

Tað er framvegis nógv ferð á bústaðarmarknaðinum – Miðalsethúsaprísurin í Føroyum vaks heili 20 prosent í 1. ársfjórðingi í ár

Í Havn vaks miðalsethúsaprísurin við 9 prosent í fyrsta ársfjórðingi av 2021 samanborið við 2020 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at tað framvegis er nógv ferð á bústaðarmarknaðinum nú 1. ársfjórðingur í 2021 er farin afturum.

Miðal sethúsaprísirnir í Havn og í Klaksvík vóru ávikavíst 3,6 og 2,3 milliónir í 1. árfjórðingi – ein vøkstur á 9 prosent og 12 prosent samanborið við miðalprísin í 2020.

Eisini í Eysturoynni eru prísirnir nógv hækkaðir. Miðalprísurin í Eysturoynni var 1,7 milliónir, ið er ein vøkstur á 12 prosent samanborið við miðalprísin í 2020.

Miðalprísurin í Føroyum var 2,4 milliónir krónur fyri 1. ársfjórðing. Her er talan um ein vøkstur á heili 20 prosent samanborið við miðalprísin í 2020, skrivar Betri Banki í tíðindaskrivi.

– Havast skal í huga, at vit einans hyggja eftir einum ársfjórðingi, og sølurnar eru tí ikki so nógvar í tali. Eisini hava lutfalsliga nógvar sølur verið í høvuðsstaðarøkinum og hetta er við til at hála miðalprísin fyri Føroyar nógv upp, sigur Betri Banki.

Betri Banki hevur fyrr víst á, at Eysturoyartunnilin ávirkar prísstøðið á bústøðum í Eysturoynni og í Klaksvík, og stóri prísvøksturin í Eysturoynni og í Klaksvík bendir á, at hendan gongdin heldur fram, og at tað gerst meira vanligt, at hús í Eysturoynni og í Klaksvík verða seld fyri meira enn 3 milliónir.

[object Object]

Øktu sethúsaprísirnir gera, at Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av inntøkuni hjá einum húski verður nýttur til at fíggja bústaðin.

Bústaðarbyrðan í Havn og í Klaksvík var ávikavíst 33 og 22 prosent fyri 1. ársfjórðing. Hetta er ein vøkstur á tvey prosentstig fyri bæði økini. Í Eysturoynni hækkaði Bústaðarbyrðan við einum prosentstigi, upp í 17 prosent. Bústaðarbyrðan í Føroyum var 23 prosent, sum svarar til ein vøkstur á 4 prosentstig í mun til Bústaðarbyrðuna í 2020.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

24 Leygardagur 05. juni 2021

1,6 prosent uttan arbeiði

Nýggjastu arbeiðsloysishagtølini vísa, at 465 fólk vóru arbeiðsleys í mars

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

465 føroyingar vóru skrásettir at vera arbeiðsleysir í mars mánaði í ár, vísa nýggjastu hagtølini fyri arbeiðsmegina hjá Hagstovuni. Hetta svarar til 1,6 prosent av arbeiðsfjøldini.

Tað er nakað minni enn mánaðin frammanundan.

Av hesum 465 fólkunum, vóru 275 menn og 190 kvinnur.

Tá arbeiðsloysið var minst í Føroyum í nýggjari tíð, vóru 255 fólk arbeiðsleys, 123 mannfólk og 132 konufólk, svarandi til 0,9 prosent. Hetta var í november 2019, stutt áðrenn koronafarsóttin brast á.

Nýggjastu tølini vísa, at arbeiðsloysið er hægst í Suðuroy, har 2,6 prosent eru skrásett at vera uttan arbeiði, meðan tað er lægst í Norðoyggjum og Eysturoy, har arbeiðsloysið er 1,0 prosent.

Tey flestu av teimum arbeiðsleysu, 29,6 prosent hava verið arbeiðsleys í millum ein og tríggjar mánaðir meðan nærum eitt líka stórt tal, 27,5 prosent hava verið arbeiðsleys í undir ein mánað, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

25 Leygardagur 05. juni 2021

Eysturoyartunnilin: Ferðslan kvinkar spakuliga uppeftir

Í meðal koyrdu 4.377 bilar gjøgnum tunnilin um samdøgrið í mai mánaði

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Talið av bilum, sum brúka Eysturoyartunnilin, kvinkar spakuliga uppeftir, men er framvegis langt frá máltalinum, sum er 6.200 bilar í miðal um samdøgrið.

Í mai mánaði lá miðaltalið knappar 2.000 bilar undir máltalinum, nevniliga 4.377 bilar um samdøgrið, upplýsir heimasíðan tunnil.fo, sum ikki skynir ímillum, um tað eru bilar, sum koyra tvørtur um Skálafjørðin, ella taka tann langa túrin millum Eysturoy og Streymoy.

Miðaltalið nú liggur tó væl omanfyri miðaltalið í apríl.

Í januar mánaði, tá tað var ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin tíggju teir fyrstu dagarnar, var miðaltalið av bilum gjøgnum Eysturoyartunnilin 4.667. Í februar minkaði tað niður í 3.875, í mars vaks tað upp í 4.297 fyri síðan at minka aftur í apríl niður í 4.086 bilar í miðal um samdøgrið.

Lægra ferðslan í apríl skyldast helst páskirnar og fleiri halgidagar í hesum mánaðinum. Hagtølini hjá tunnilsfelagnum vísa, at ferðslan minkaði í øllum gjaldstunnlunum henda mánaðin.

Í maj øktist ferðslan so aftur, og var tann higartil hægsta síðan útskeldaða prísskipanin fyri at koyra gjøgnum tunnilin fekk fult gildi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

26 Leygardagur 05. juni 2021

Volkswagen seldi best í mai

Kia varðveitir tó plássið sum mest seldi bilur higartil í ár

(Mynd: Bilasølan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týska bilmerkið Volkswagen hevur heiðurin av at vera mest selda merkið í mai.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni.

Næst koma suðurkoreansku bilmerkini, Hyundai við 31 bilum og Kia, sum Bilrøkt við 28 bilum. Síðst nevndi er famvegis mest seldi bilur higartil í ár við 140 bilum.

Volkswagen er næstmest seldi bilur higartil í ár við 117 meðan Ford og Toyota deilast um triðja pláss við 114 bilum hvør.

Sølan av akførum er góð 18 prosent hægri í ár enn í mun til sama tíðarskeið í fjør. Frá januar til mai eru seld 1.278 akfør, og hetta er 202 meira enn um somu tíð í síðsta ár.

Mest seldu bilmerki mai 2021

1. Volkswagen 33
2. Hyundai 31 
3. Kia 28 
4. Toyota 27 
5. Volvo 16 
6. Brenderup 15 
7. Suzuki 15 
8. Ford 11 
9. Audi 10 
10. Mercedes-Benz 10 

Mest seldu bilmerki januar-mai 2021

1. Kia 140 
2. Volkswagen 117 
3. Ford 114 
4. Toyota 114 
5. Hyundai 102 
6. Volvo 87 
7. Renault 66 
8. Mercedes-Benz 58 
9. Citroen 47 
10. Suzuki 45 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

27
Leygardagur 05. juni 2021

Reiðarí letur eina millión í stuðli til lokalt virksemi

Kinnfelli sum eigur uppsjóvarskipið Katrin Johonnu fer í ár at lata stuðul til 30 ymisk feløg og felagsskapir. Tað eru ítróttarfelag, mentanarlig feløg, kirkjur og samkomur

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna varð keypt til Føroya í 2018 (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein millión krónur er tað, sum reiðaríið P/f Kinnfelli í Miðvági hevur gjørt av at lata í stuðli til almannagagnligt virksemi í Vágum í ár.

Jn.fo skrivar, at við hesum heldur reiðaríið sum eigur og rekur uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu, lyfti sum varð givið í sambandi við menningarkvotuna, ið er grundarlagið undir rakstrinum av skipinum.

Tilsamans verða 30 sum fáa stuðul, og hetta umfatar ítróttarfeløg, mentanarlig feløg, kirkjur og samkomur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

28 Leygardagur 05. juni 2021

Skipa fyri vinnuferð til Ísrael í heyst

Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í oktober

Við á vinnuferðini til Ísrael verður Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í døgunum 13.-19. oktober. Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, luttekur á ferðini.

Vitjað verður bæði í Tel Aviv og í Jerusalem, og á skránni eru fleiri felags tiltøk umframt fundir, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Ein fyribils skrá fyri ferðina er gjørd, og hon sær soleiðsi út:

13. og 14. oktober vitjar ferðalagið í Tel Aviv. Á skránni í Tel Aviv er hátíðarhald á Sendistovu Føroya, í sambandi við at sendistovan er latin upp. Harumframt verða vinnu- og stovnsvitjanir á skrá. Endamálið við hesum vitjanum er at geva íblástur og vitan um vinnulívið í Ísrael.

Fríggjadag 15. oktober gongur leiðin til Jerusalem. Leygardagur er sabbatur og frídagur, og tá verður møguleiki fyri m.a. rundvísing í Jerusalem.

Sunnudagin, mánadagin og týsdagin fyrrapart, 17.-19. oktober, eru felags tiltøk og business-to-business fundir á skránni. Einstøku fyritøkurnar hava á business-to-business fundunum møguleika fyri at møtast við møguligum framtíðar kundum og samstarvsfeløgum í Ísrael.

Sendistovan í Tel Aviv vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta og leggja til rættis fundir við hesar.

Ætlanin er, at ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Ísrael og aftur, treytað av nóg stórari luttøku til ferðina.

Kunnað verður um tilmelding seinni, men nærri upplýsingar um ferðina kunnu fáast við at venda sær til føroysku sendistovuna í Ísrael, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

29 Leygardagur 05. juni 2021

Umlættingarheimið latið aftur fyri seinastu ferð

Óvist hvat skal henda við húsunum – í fyrstu syftu verða tey brúkt at hýsa summarferiuavloysarum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var við sorgblídni og tó við gleði, at starvsfólkini á Umlættingarheiminum í Havn mánadagin pakkaðu saman og søgdu gamla stovninum farvæl. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Øll tey sjey starvsfólkini í føstum størvum og tey tímaløntu, hava fingið tilboð um starv á Urd, nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum við Rólantsgøtu í Hoyvík.

Húsini í V. U. Hammershaimbsgøtu eru gomul; Christian Holm bygdi tey í síni tíð, og kommunan keypti tað til fyrisiting seinni. Bæði sosiala deild og mentamáladeildin hava hildið til í húsunum, og seinni hevur dagrøktin eisini hildið til har.

Byrjað var so smátt við umlættingini í 1984, so hetta er 37. árið at Umlættingarheimið er virkið. Tvey av starvsfólkunum, Anna av Reyni og Arngerð Mørk, hava verið við øll árini.

Í dag var lítil samkoma í sambandi við, at Umlættingarheimið letur aftur, har borgarstjórin helt stutta røðu og takkaði fyri drúgva tænastu.

Hvat hendur við húsinum er enn óvist, men fyrbils verða tey sjey kømurini brúkt til summarferiuavloysarar.

[object Object]
Starvsfólkini á Umlættingarheiminum hava øll fingið starv á nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum Urd í Hoyvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

30 Leygardagur 05. juni 2021

Nýggj landsbankanevnd vald

Førleikakrøvini til limirnar er milum annað serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýrimaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð.

Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, Fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Vald eru:
Fróði Magnussen, Cand. merc., formaður
Sanna Laksá, Phd. economics
Jan Otto Holm, Cand. merc.
Helena Andreasen, Cand. merc. aud.
Johnny í Grótinum, Cand. polit

Nevndin er vald fyri trý ár. Landsbankanevndin yvirtekur uppgávurnar frá Búskaparráðnum, sum er landsstýrið hevur valt at taka av.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

31 Leygardagur 05. juni 2021

Elsbet Ellingsgaard Magnussen verður nýggjur kommunuskrivari í Nes kommunu

Hon er 28 ára gomul, úr Klaksvík, men búsitandi í Saltnesi. Elsbet hevur verið í skrivstovulæru hjá Nes kommunu og er í gongd við masterútbúgving á Setrinum

Tíggju umsóknir vóru til starvið (Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nes kommuna hevur seinastu tíðina leita eftir nýggjum kommunuskrivara, av tí at skrivarin hevur sagt seg úr starvi frá 1. juli.

Starvið varð lýst leyst tíðliga í mai, og 10 umsóknir vóru til skrivarastarvið.

Á bygdaráðsfundi 31. mai varð samtykt at seta Elsbet Ellingsgaard Magnussen sum nýggjan kommunuskrivara í Nes kommunu.

Elsbet er 28 ár, er klaksvíkingur, men er búsitandi í Saltnesi. Um nýggja skrivaran, skrivar Nes kommuna annars soleiðis:

- Hon hevur seinastu árini verið í skrivstovulæru hjá Nes kommunu, hevur BA í politikki og umsting frá Fróðskaparsetur Føroya 2014-18 og ávegis at taka M.S.Sc.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

32 Leygardagur 05. juni 2021

Finn Nielsen stjóri í FK í 40 ár

Finn Nielsen tók við sum stjóri 1. juni 1981

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. juni vóru 40 ár liðin síðan Finn Nielsen tók við sum stjóri í Føroya Keypssamtøku.

Í hesum sambandi var móttøka hildin fyri honum í FK í Hoyvík.

Í røðu síni til Finn Nielsen, vísti Jákup Danielsen, formaður fyri Føroya Keypsamtøku, millum annað á, at tað ikki vóru lættar tíðir, tá Finn Nielsen tók við sum stjóri í FK í 1981.

FK í Hoyvík var nýbygt tá, men hesin handil kundi tikið lívið av allari Keypssamtøkuni, tí hvørki tíð og stað vóru tey røttu, men við hepnari hond eyðnaðist at hóra undan og umstøðurnar gjørdust enn betur tá Vegurin Langi bleiv gjørdur og tíðirnar í Føroyum gjørdust betri.

- Ringu tíðirnar høvdu lært at hvør króna skuldi vendast, og tey sum umgangast Finn í tí dagliga vita, at hann fylgir í smálutir við rakstrinum og ansar eftir at hvør fær sítt, segði Jákup Danielsen.

Øll røðan og nógv fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá FK.   

[object Object]
Jákup Danielsen og Finn Nielsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

33 Leygardagur 05. juni 2021

Morten Hust Petersen nýggjur leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

46-ára gamli danin er útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein. Hann er eisini kendur sum millum annað venjari hjá Eydnudeildini og hevur drúgvar royndir - bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu- og barnagarðsbørnum

Morten Hust Petersen tekur her ímóti heiðrinum frá ÍSF - "Ársins Ítrottaátak" (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vestmanna bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðara fyri dagstovnaøkið í Vestmanna.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina.

Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu- og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla, skrivar vestmanna.fo.

Morten hevur arbeitt sum pedagogur í 25 ár. Í 2013 var hann leiðari á bústaðnum Rásini, ið er fyri ung við menningartarni. Tey síðstu fimm árini hevur hann verið leiðari á frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, ið leggur dent á rørslu av ymsum slagi. Harumfrat hevur danin seinastu árini staðið á odda fyri Eydnudeildini.

Nýggi leiðarin byrjar í starvinum 1. september 2021.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

34 Leygardagur 05. juni 2021

Samstarv um ADHD/autismuvegleiðing

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limir í báðum feløgum – talan er um eina royndarverkætlan í fyribils eitt ár

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, og Jónrit Halling, forkvinna í Autismufelagnum
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limir í báðum feløgum.

Tað er týdningarmikið, at fólk við ADHD og/ella autismu hava møguleikar javnbjóðis øðrum borgarum, at tey fáa hóskandi barnagarðs- og skúlatilboð, útbúgving og eftirfylgjandi eitt starv, umframt møguleika at luttaka í frítíðarvirksemi, og fáa egnan bústað, siga feløgini.

– Tað, at ikki kenna seg møtt og ikki fáa neyðugu hjálpina til at liva eitt virðiligt lív, kann vera ørkymlandi, bæði hjá teimum, ið hava ADHD og/ella autismu og hjá teirra avvarðandi.

– Veruleikin er, at tað kann vera sera torført hjá hesum fólkum at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørja hjálp ein kann fáa, hvør stovnur ella skipan eigur at veita hvørjar tænastur, og hvørji rættindi ein hevur t.d. at nema sær útbúgving, arbeiðsmenning ella starv.

– Vit fegnast um samstarvið millum feløgini, hvørs limir hava ávísar felags avbjóðingar, umframt at tað eru fleiri við báðum diagnosum.

ADHD felagið og Autismufelagið vilja hjálpa limum sínum við júst slíkum spurningum um rættindi og tænastur, og hava tey tí sett ADHD/Autismu Vegleiðingina á stovn. Talan er um eina royndarverkætlan í fyribils eitt ár frá 1. juni 2021 at rokna.

Vegleiðingin verður fíggjað av m.a. Betri Stuðulsgrunninum, MEGD og stuðulstiltakinum hjá Elmari Ósa – 453 km fyri Autismufelagið.

Vegleðingin kann hjálpa limum í feløgunum við spurningum um m.a..

  • Rætt til hóskandi stovn, skúla, frítíðarskúla o.s.fr. 

  • Rætt til leiðbeinara 

  • Rætt til sosialráðgeva, sálarfrøðing o.a. 

  • Rætt til longda próvtíð, hjálpartól, lesi- & skrivitøkni 

  • Rætt til námsfrøðiliga ráðgeving 

  • Rætt til arbeiðsførleikamenning
  • Kærur og hjásiting

ADHD/Autismu Vegleiðingin heldur til í skrivstovuni hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10C í Havn, og opið er mánadagar frá klokkan 12-15. Tá kunnu limir ringja ella koma á gátt, og møguleiki er eisini at bíleggja tíð til eina viðtalu.

Harumframt er telefontíð mikudagar og fríggjadagar millum klokkan 9-10.

Vegleiðarin starvast fyribils 10 tímar um vikuna, har restina av tíðini verður til hjásiting, sakarhjálp, avtalaðar viðtalur o.a.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

35 Leygardagur 05. juni 2021

Útseta bátahugna eina viku

Eftir ætlan skuldu bátafólk hittast í Hvalvík um vikuskiftið, har bátahugni var á skránni. Hetta er nú útsett eina viku, til næsta vikuskifti

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bátahugnin sum eftir ætlan skuldi vera í Hvalvík í dag, er útsett í eina viku og verður leygardagin 12. juni.

Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað kl. 1330 til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag bjóðar vælkomin við einum ábiti í teltinum. Seinni um kvøldið verður felagssangur við harmonikuspæli í teltinum.

Umframt bát, er møguleiki eisini fyri at hava kampingvogn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

36 Leygardagur 05. juni 2021

Nýggj framsýning á Listasavni Føroya

Framsýningin "Heimstaðurin" varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað – opið er til 19. juli

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heim er eitt háfloygt hugtak. Heimið kann vera eitt ítøkiligt stað fyri onkran – eitt hús, eitt barndómsheim ella ein gøta.

Fyri onnur er tað ein kensla av at hoyra til – í einum býi ella einum umhvørvi. Fyri onnur er heim tað staðið, har hjartað er, og har mann helst vil vera – saman við sínum kæru.

Fyri mong føroysk myndlistafólk hevur heimstaðurin ein serligan leiklut, bæði persónliga og sum myndevni. Men við hvørjum kenslum hava listafólkini avmyndað teirra heim?

[object Object]

Framsýningin "Heimstaðurin" varpar ljós á, hvat ein heimstaður er, og hvønn týdning tað hevur at hava ein heimstað.

Á framsýningini eru samtíðarlistarverk, ið viðgera heimið sum hugtak. Heimstaðurin og nærumhvørvi kann lýsast á ymiskan hátt.

[object Object]

Við á framsýningini er eitt úrval av málningum, ið vísa júst hetta, eftir millum annað Ruth Smith, Jóannis Kristiansen og Steffan Danielsen. Fleiri skitsur og vatnlitamyndir, ið sjáldan vera vístar fram, eru eisini at síggja. Flestu verkini eru úr goymsluni á savninum.

[object Object]

Framsýningin lat upp 22. mai, og verður hon opin til og við 19. juli, skrivar Listasavn Føroya.

Á framsýningini eru verk eftir Arnold Vegghamar, Bárður Jákupsson, Bergithe Johannesen, Edward Fuglø, Elinborg Lützen, Hanni Bjartalíð, Ingálvur av Reyni, Ingi Joensen, Jack Kampmann, Jóannis Kristiansen, Marianna Bjørgheim, Marius Olsen, Randi Samsonsen, Ruth Smith, Sámal Joensen-Mikines, Steffan Danielsen, Thomas Arge, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, og Zacharias Heinesen.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

37 Leygardagur 05. juni 2021

Uppisjóvargóðbitar frá Varðanum Pelagic

Spennandi munnbitar vóru at fáa á mentanarkvøldinum á Tvøroyri

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í sambandi við mentanarkvøldið á Tvøroyri farna fríggjakvøld hevði stóra fiskavirki í býnum, Varðin Pelagic, gjørt rættiliga fitt burtur úr tiltakinum.

Bjóðað var til rundvísing á virkinum, í forhøllini var listaframsýning við Jákup Lervig og Heidi Petersen, og í góðveðrinum uttanfyri, bjóðaði fyritøkan leskiligar munnbitar av uppsjóvarfiski og annað gott.

- Føroyingar áttu at etið meira av uppsjóvarfiski, sum er sera vælsmakkandi og eitt tað heilsubesta, ein kann eta, skrivaði Varðin Pelagic í innbjóðingini.

Nógv fólk nýttu høvið at royna munnbitarnar. Har var eysturlendsk súpan við svartkjarti, pinnabitar við heitroyktum makreli og súrsøtari sild, djúpstokt lodna eplamorl við saltfiski frá Delta Seafood.

Vit royndu eisini bitarnar, og sigast má smakkurin var avbera góður. Serliga var tað suppan við svartkjafti og so tær heilu paneraðu og djúpstoktu lodnurnar, ið bergtóku.

Lodnurogn eru smakkgóð, tað er kent. Eitt heilt serligt upplivilsi er tað at seta tennirnar í eina heilstokta lodnu á henda hátt, og uppliva, at rognini fylla meira enn sjálvt fiskakjøtið ger. Beinini eru so hártunn, at tað merkist ikki. Jú, hetta skal roynast aftur, um høvi býðst. 

[object Object]
Djúpstokt lodna

[object Object]
Súrsøt sild og saltfiskamorl

[object Object]
Heitroyktur makrelur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

38 Leygardagur 05. juni 2021

Hail to the Hammer - Týr við nýggjum guittarleikara

Rættiliga nógv betri lív var í á øðrum kvøldinum á Víkingafestivalinum í Hovi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórur munur var at koma á festivaløkið leygarkvøldið í mun til fríggjakvøldið. Á fyrra kvøldinum á festivalinum, vóru ikki nógv fólk. Orsøkin kann vera, at fleiri fólk valdu at vera á mentanarnátt á Tvøroyri, har alskyns mentanartilboð vóru á skránni.

Ein onnur og meira avgerandi orsøk er helst, at vindurin var tráður fríggjakvøldið, og tað var kalt at vera á fiskastykkinum á Mýri í Hovi.

Nógv øðrvísi var leygarkvøldið. Sólin skein frá heiðum himni í Hovi allan leygardagin, og tað setti sín dám á lagið um kvøldið – tað var týðuligt.

Og so var tónleikaskráin eisini meira spennandi. Ikki minst orsaka av høvuðsnavninum, Týr, sum ikki hevur spælt live síðan konsertirnar saman við symfoniorkestrinum fyri meira enn einum ári síðani.

Nýggjur gittarleikari
Tá – í Norðurlandahúsinum – hevði Týr sent boð eftir fyrrverandi guittarleikaranum í orkestrinum, Terje Skibenæs, sum stand-in fyri kekkiska guittarleikaran, ið júst hevði sagt seg úr starvinum.

Á konsertini í Hovi leygarkvøldið var so nýggjur guittarleikari royndur. Ein ikki ókendur maður í lokalumhvørvinum, nevniliga famjiningurin Hans Hammer, betri kendur sum oddamaður í lokala rokkorkestrinum, Asyllex.

Og so var tað so eysæð, at Týr spældi gamla hittið “Hail to the Hammer”, tá nýggi gittarleikarin varð presentaraður.

Hans Hammer kom væl frá uppgávuni, má sigast. Teir báðir Heri klæða hvønn annan. Týr við altíð nærverandi Gunnari Thomsen á bassinum, og bergtakandi Tadeusz Rieckmann handan trummurnar virka sum ein væl elt eind, hóast teirra óætlaða støðg á pallinum hetta koronaárið. Teir eiga nógv eftir at koma við.

Undan Týr framførsluni upplivdu vit blues-hetjurnar úr Froðba við feðgunum Christian Holbech og Óla Mortensen á odda. Hesir eru altíð garantar fyri einum sjarmerandi sjówi við góðum, vælspældum og swingandi tónleiki.

Fyri okkara part endaði leygarkvøldið við einum undirhaldandi framførslu við freku havnardreingjunum uttan úr Svanga. Men Swangah swingaði eisini í gomlu víkingahøvuðsborgini, tað er vist.

Víkingafestivalurin stóð sína roynd. Økið er væl egnað, hóast festivalurin á hesum økinum ikki hevur potentiali til at blíva líka so stórur sum festivalarnir í Klaksvík, Gøtu ella Sørvági.

Men vónandi verður Víkingafestivalinum lív lagað, og so verður spennandi at frætta hvørji nøvn uttan úr heimi hetta tiltakið kann trekkja til sín í komandi árum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

39 Leygardagur 05. juni 2021

Ongin festivalur í Sørvági í ár

Tað ber ikki til at halda countryfestivalin, so sum umstøðurnar eru í løtuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ongin country- og bluesfestivalur í Sørvági í ár.

Hesa niðurstøðuna komu fyrireikararnir av festivalinum fram til í vikuni. Fyri fáum vikum síðani varð annars boðað frá, at tað verður ein festivalur í ár í minni mátistokku og bert við føroyskum nøvnum.

Men heldur ikki tann útgávan verður til nakað í ár.

- Vit hava ásannað, at tað ikki fer at bera til at halda ein festival í ár uttan at tað fer at kosta okkum nógvar pengar, sum so kanska kemur til at ganga út yvir ætlanina um ein ordiligan festival næsta ár ístaðin, sigur Allan Samuelsen, formaður fyri festivalin.

Sum skilst so er tað avmarkingin á 500 fólk, sum er tungt vigandi orsøkin. Fyrireikararnir hava fingið ábending um, at talan ikki verður um at broyta hetta talið uppeftir áðrenn festivalurin byrjar, og tí varð avgerðin tikin um at avlýsa í ár eisini.

- Vit hava verið í sambandi við tónleikararnar, sum skuldu spæla í ár, og teir hava allir forstáilsi fyri, at vit nú taka okkum aftur, sigur Allan Samuelsen.

Festivalurin skuldi annars verið 11. og 12. juni.

Tey, ið hava keypa atgongumerkið og atgongd til kampingøkið í ár fáa seinni í dag fráboðan um, hvussu tey kunnu fáa pengarnar afturgoldnar. Henda fráboðan verður at síggja á heimasíðuni country.fo  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

40 Leygardagur 05. juni 2021

Føroysk kærleikssøga á donskum eftirskúla

Sanna Bæk Hoydal hevur høvuðsleiklut í sendirøð á DR3

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska Sanna Bæk Hoydal hevur ein leiðandi leiklut í eini dokumentarsjónvarpsrøð, sum verður send á DR3 í næstum.

Efterskolen eitur røðin, sum er í seks pørtum. Tað er leikstjórin Thora Lorentzen, sum hevur gjørt røðina, sum fylgir einum bólki av ungum, sum byrjaðu á tónleikaeftirskúlanum í Klejtrup á heysti 2019.

Sjónvarpsrøðin er um hvussu tað er, tá ung koma í nýggjan skúla og finna nýggjar vinir og relasjónir. Tað serliga við hesum árganginum er eisini, at hann varð avbrotin og næmingarnir sendir heim, tá korona-smittan herjaði á.

Ein av næmingunum, ið verður fylgdur er Sanna Bæk Hoydal úr Føroyum. Sanna er ikki ókend her heima fyri sínar tónleikaligu gávur. So seint sum á hvítusunnu sang hon solo tá Tórshavnar Kamarkór og Tarira framførdu krevjandi verkið hjá G. F. Händel “Dixit Dominus”. Tað er ikki á hvørjum degi, ein sleppur at hoyra so ung syngja so krevjandi lag.

Les meira um sendirøðina á blogginum hjá Birgiri Kruse: Sanna í filmi um eftirskúlar  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

41 Leygardagur 05. juni 2021

Nýggj samstarvsavtala um Listaleypin undirskrivað

Undanfarna fríggjadagin skrivaðu Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Norðurlandahúsið undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin, sum á hvørjum ári ber list út til skúlar í Føroyum – Komandi skúlaár eru 16 tilboð at velja ímillum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 28. mai skrivaðu Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Norðurlandahúsið undir nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.

Listaleypurin ber list út á skúlar í Føroyum fyri at kveikja forvitnið hjá næmingunum og teirra vitan og fatan fyri listarligum arbeiði. Listaleypurin er hvørt ár fyltur við einum hópi av framførlsum, dagsverkstovum og longri verkstovum, sum skúlarnir kunnu velja ímillum. Komandi skúlaár hava skúlarnir ikki færri enn 16 tilboð at velja ímillum.

Listaleypurin er eitt samstarv millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Norðurlandahúsið og Listafólkasamband Føroya (LISA), sum nú hevur virkað í 13 ár.

Samstarvspartarnir ynskja við hesi samstarvavtalu um Listaleypin framhaldandi at kunna bjóða skúlunum fjølbroytt listar- og mentanarlig átøk og soleiðis virka fyri at menna arbeiðið, sum verður gjørt fyri at stimbra áhugan og menna førleikan hjá børnum og ungum innan listarligt virksemi, skriva partarnir í tíðindaskrivi.

– List og mentan hava ein týðandi leiklut í lívi okkara. Hugsið bara um, hvønn dám sangur, tónleikur, málningar og sjónleikur seta á tilveruna. Listin víðkar sjónarringin, nemur við kenslur okkara og fær okkum ofta at varnast ósæddar streingir. Eg fegnist tí um, at vit við hesi samstarvsavtalu um Listaleypin kunnu bjóða børnum og ungdómi okkara fjølttað listarlig tilboð sum part av undirvísingini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum.

Eisini kommunurnar fegnast um longda samstarvið, sigur Heðin Morten, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og formaður í stýrinum hjá Kommunufelagnum.

– Tað eru kommunurnar, sum fyrst og fremst vara av okkara ungu borgarum, og tað er umráðandi, at vit sum kommunur eisini geva okkara ungdómi góðar sømdir at fáa listarligar upplivingar. Eisini úr okkara grannalondum, haðani børnini og tey ungu fáa høvi til at síggja leiklist, tónleik og sjónleik, sigur hann.

– Norðurlandahúsið ynskir, at øll børn og ung í Føroyum skulu fáa møguleikan at hitta professionella list og listaúttryk, óansæð hvar tey búgva, ella hvørji tey eru, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

42 Leygardagur 05. juni 2021

3. flokkur í Sands skúla Ársins Vitanarfróðu

Næmingarnir í flokkinum vórðu ovfarnir, tá umboð fyri Granskingarráðið stóðu í skúlastovuni og kunnaðu um, at flokkurin hevði vunnið fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”.

3. flokkur á Sandi fekk 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsmorgunin varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”.

Handanin fór fram á Sands skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so talan var um ovfarin børn, tá tey komu aftur í skúlastovuna eftir svimjing og har fingu at vita, at tey høvdu vunnið heiðurin. 

Heimasíðan gransking.fo skrivar, at ein dómsnevnd við fýra umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Henny Dánialsdóttir segði milllum annað soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:

- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. Kanningarnar vóru væl lýstar, og myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordiligir granskarar fyri at svara tykkara undranarspurningi. Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða.

Niðurstøðan var, at samanumtikið var sera gott kanningararbeiði, og at tað eisini var eitt gott hugskot at bjóða øllum í skúlanum poppkorcn.

Vinnandi flokkurin fær, umframt heiðurin, 5.000 krónur til flokkin og ein túr saman við granskarum.

Frágreiðingin hjá 3. flokki í Sands skúla kann lesast her

Níggju frágreiðingar frá fýra ymiskum skúlum komu inn til  Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað varð millum annað granskað í "Um Ð er neyðugt at brúka" og "Hví byrja fólk at roykja og snúsa".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

43 Leygardagur 05. juni 2021

Dánial Hoydal gevur út nýggja barnabók

Dánial Hoydal gevur í vikuni út barnabókina "Abbi og eg og abbi" um ein abba, sum er farin at gloyma

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í hesi vikuni varð nýggj barnabók eftir Dánial Hoydal borin út í handlarnar. Bókin kallast "Abbi og eg og abbi", og hon snýr seg um at hava ein abba, ið broytist og er farin at gloyma.

Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum pappírsklippum. Bókin er til børn, sum eru umleið 4-7 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Brot úr bókini:
”Abbi og eg eru væl. Vit geva dunnunum saman, og hann lesur søgur fyri mær, og so dugir hann so væl at roksa og flenna eftir tí aftaná. Men einaferð roksar hann bara og flennir ikki aftaná. Hvat man vera hent við abba?”

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

44 Leygardagur 05. juni 2021

Seta meira ferð á oljuframleiðslu eystan fyri Føroyar

Oljufelag og veitarafeløg samstarva um at økja um framleiðsluna í føroyska grannalagnum

Royndir verða nú gjørdar við samstarvi millum oljufelag og veitarar at økja um framleiðsluna úr størsta oljufeltinum í Bretlandi, Clair Ridge, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljuleiðin Clair Ridge miðskeiðis millum Hetland og Føroyar varð tikin í brúk í 2018, og er hon tann størsta á bretska landgrunninum og í Vesturevropa sum heild. Clair Ridge er partur av risastóru Clair oljukelduni, sum varð funnin í 1977. Hon er mett at goyma 9 milliardir tunnur og higartil eru tvær leiðir á kelduni útbygdar til framleiðsluog er Clair Ridge tann seinasta.

[object Object]

Clair oljukeldan liggur eystan fyri Føroyar. Sunnanfyri hana liggja stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven

BP, sum er fyristøðufelag, upplýsir, at felagið hevur gjørt avtalu við tveir stórar veitarar, nevniliga Baker Hughes og Odfjell Drilling um at fara undir eitt miðvíst samstarv til tess at økja munandi um framleiðsluna. Avtalan, sum gongur yvir fimm ár, hevur til endamál at økja um framleiðsluna við 15% um árið. Henda ætlan skal m.a. røkkast við at leggja størri dent á góðsku, soleiðis at teir framleiðslubrunnarnir, sum skulu borast komandi árini fyri at kunna økja framleiðsluna, skulu vera 1. floks, tryggari og meira effektivir. Hetta skal nýggja samstarvið millum oljufelag og veitarar tryggja.

Hóast Clair keldan  varð funnin fyri skjótt 45 árum síðani, so byrjaði fyrsta framleiðslan ikki fyrr enn í 2005, tá Clair Phase One leiðin varð tikin í brúk. Hetta var eisini fyrsti fasti pallurin vestan fyri Hetland. Avbjóðingin við Clair kelduni hevur alla tíðina verið trupla jarðfrøðin og tunga oljan í torgreiddum goymslum í undirgrundini. Men tað eydnaðist BP við nýggjari tøkni at vinna á avbjóðingunum, og í dag framleiða so tvær leiðir á Clair  oljukelduni.  

Seinra av hesum, Clair Ridge, fevnir um tveir pallar, sum standa á havbotninum. Fyrsta oljan rann í november 2018. Nú framleiðslan hevur verið nakað lakari enn ætlað, verður so farið undir eitt samstarv við veitarar, sum skulu vera við til at tryggja øking í framleiðsluni.

[object Object]

Emeka Emembolu, BP forseti fyri Norðsjógvin, sigur við Energy Voice, at ætlanin við hesi nýggju verkætlanini er at fáa sum mest av olju upp úr Clair kelduni við at oljufelag og veitarafeløg arbeiða saman, og at hesi síðani fáa ágóðan av øktu framleiðsluni. Hann heldur, at hetta slagið av samarbeiði kann fáa stóran týdning fyri oljuframleiðslu í Norðsjónum og vera við til at tryggja framhaldandi virksemi í hesum økinum og í hesum sambandi eisini komandi útbyggingar. BP arbeiðir nevniliga  í løtuni við at fara undir enn eina útbygging á Clair kelduni, ta triðju í røðini.  Henda útbygging hevur fingið heitið Clair South.

Umboð fyri hini bæði feløgini í samstarvinum, Baker Hughes og Odfjel Drilling eru sera fegin um ætlanina og síggja fyri sær fleiri nýggjar møguleikar fyri at fáa meiri olju upp úr undirgrundini, soleiðis at virksemið verður enn meira lønandi og við til at varðveita og entá skapa nýggj arbeiðspláss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

45 Leygardagur 05. juni 2021

Føroyavinur nú høgra hond hjá Biden forseta

Rufus Gifford vitjaði fleiri ferðir í Føroyum og knýtti vinarbond, tá hann var sendiharri í Danmark undir Barack Obama forseta

Rufus Gifford á vitjan í Føroyum, her til setan av LGBT tiltaki uttanfyri tinghúsini, umgyrdur av tingkvinnum úr fleiri flokkum (Savnsmynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hvítu Húsini upplýstu fríggjdagin, at tað verður fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, sum tekur við einum av teimum mest týðandi størvunum í amerikonsku stjórnarumsitingini, Chief of Protocol. 

Protokolstjórin, ella siðameistarin, hjá forsetanum er eitt slag av ovasta fyri øllum amerikansku sendistovunum. Protokollstjórin er millum næstu ráðgevar forsetans í uttanríkismálum, og hann hevur eisini heiti sum varauttanríkisráðharri.

Vanliga er protokollstjórin við á øllum uttanríkisferðum forsetans og hevur samskiftið við útlendsku stjórnirnar í sambandi við hesar vitjanir. Eisini er tað hann, sum tekur ímóti, tá týðandi gestir koma á almenna vitjan í USA. 

[object Object]

Greinin í Washinton Post fríggjadagin, har kunngjørt verður, at Joe Biden, forseti hevur sett 46 ára gamla fyrrverandi sendiharran í Danmark í týðandi starv í Hvítu Húsunum

Rufus Gifford var amerikanskur sendiharri í Danmark undir Obama forseta. Hann vitjaði tí eisini í Føroyum fleiri ferðir og  var serliga væl móttikin í Føroyum, tá hann um ólavsøkumundið 2016 sum ein av fremstu LGBT stríðsmonnunum var her fyri at halda setanarrøðuna á Faroe Pride.

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Rufus Gifford telist millum ein av fremstu Føroyavinunum innan amerikanska diplomatiið. Undir síni vitjan í Føroyum gjørdi hann m.a. greitt, at hann fór at fremja samstarv millum USA og Føroyar. Og nú hevur hann ongan annan enn sjálvan amerikanska forsetan við sína lið. 

[object Object]Rufus Gifford umborð á Norðlýsinum saman við Poul Michelsen, táverandi landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum (Mynd: Jan Müller)

Sum sendiharri fyri alt danska kongsríkið vitjaði Rufus Gifford eisini javnan í Føroyum og knýtti bond her. Hann gjørdist skjótt hugtikin av Føroyum og føroyingum undir sínum vitjanum, og sambært Poul Michelsen, fyrrverandi uttanríkisráðharra,  sum Portalurin hevði samrøðu við, eftir at Biden vann valið, sá Rufus Gifford m.a. nakað stórt í stríðnum í Føroyum fyri at geva samkyndum somu rættindi sum allir aðrir borgarar.

Poul Michelsen, sum var landsstýrismaður við uttanríkismálum, um tað mundið tá Rufus Gifford var sendiharri í Danmark, hevði sera góð viðurskifti við sendiharran og vóru teir m.a. saman á útferð við sluppini Norðlýsinum kring oyggjarnar saman við vinnulívsfólki.

[object Object]Rufus Gifford á Nólsoyarfirði umborð á Norðlýsinum (Mynd: Jan Müller)

Rufus Gifford, sum nú tekur við hesum týðandi starvinum í Hvítu Húsunum, er kendur fyri at hava stuðlað bæði Barack Obama og nú Joe Biden í teirra valstríðum. Hann megnaði at útvega stórar upphæddir til valstríðini hjá teimum báðum demokratisku forsetavalevnunum, ið eisini bæði gjørdist forsetar. Millum manna er Rufus sera væl umtóktur, og hetta kom ikki minst til sjóndar, tá hann megnaði at rúnarbinda danir við sínum mennisjansliga heita smíli og látri og skilagóðu útsagnum.

[object Object]Birgir Enni, skipari og Rufus Gifford umborð á Norðlýsinum (Mynd: Jan Müller)

Niðanfyri brot úr samrøðu, sum Jan Müller gjørdi við Poul Michelsen í januar mánað í ár, tá tað kom fram, at Rufus Gifford stóð til at blíva høgra hond hjá Biden forseta:

Gott við Føroyavini í Hvítu Húsunum
“Eg vóni, at Føroyar fara at raðfesta USA hægri í framtíðini, og kann  ein Føroyavinur sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum vera við til at skunda undir eina slíka tilgongd, tá vil hetta vera gott fyri allar partar. Tó vælvitandi at hann fyrst og fremst fer at virka sum professionellur embætismaður. Men av tí at hann kennir Føroyar kanska betri enn mong, kann hann gera nakað gott fyri Føroyar, soleiðis at vit undir eini Biden-stjórn fingu eitt beinleiðis samstarv við diplomatiið og politisku skipanina í USA - at vit høvdu fólk har yviri og høvdu eitt betri beinleiðis samskifti við tey, enn tað vit hava gjøgnum ta donsku skipanina. Týdningurin at hava eitt beinleiðis samstarv við USA má fáa hægstu raðfesting, nú vit longu hava sendistovur í bæði Kina og Russlandi.

[object Object]

Tað kann vera gott fyri Føroyar at eiga ein Føroyavin sum Rufus Gifford í Hvítu Húsunum, nú hann kennir so nógv til Føroyar og føroysk viðurskifti. Vónandi fara okkara verandi og komandi politikarar og embætisfólk  at gera brúk av hesum møguleikanum, í tann mun tað ber til.

Áhugin hjá USA fyri Arktis og harvið eisini Føroyum  eigur at kunna tengjast saman við føroyska áhuganum at fáa betri og meira beinleiðis sambond til USA eitt nú á handils- og marknaðarøkinum”, segði Poul Michelsen m.a. í samrøðuni á Portalinum fyri skjótt hálvum ári síðani.  

[object Object]

Rufus Gifford saman við manninum, Stephen De Vincent, uttanfyri Amalienborg, tá teir søgdu farvæl við Danmark (Mynd Washington Post)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

46 Leygardagur 05. juni 2021

Ísrael valt nýggjan forseta

Isaac Herzog tekur við 9. juli eftir Reuven Rivlin, sum hevur verið forseti seinastu sjey árini

Isaac Herzog og Yariv Levin, formaður í Knesset (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ísraelska tjóðartingið, Knesset, valdi í vikuni nýggjan forseta.

Tað verður 60 ára gamli politikarin Isaac Herzog, sum verður 11. forseti í landinum. 9. juli yvirtekur hann forsetaembætið frá 81 ára gamla Reuven Rivlin, sum gevst aftaná sjey ár.

Á atkvøðugreiðsluni í Knesset fekk Herzog 87 atkvøður, meðan mótstøðufólk hansara, Miriam Peretz, fekk 26, skrivar Ritzau.

Forsetasessurin er í høvuðsheitum súmbolskur, og er tað forsætisráðharrin, sum situr við veruliga valdinum.

Uppgávan hjá forsetanum er m.a. at virka fyri samanhaldi tvørturum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í samfelagnum. Tað er eisini forsetin, sum peikar á ein samráðingarleiðara, tá nýggj stjórn skal skipast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

47 Leygardagur 05. juni 2021

Arabiskur flokkur stuðul í nýggju stjórnini í Ísrael

Samdir um at støðga 12 ára tíðarskeiðinum við Netanyahu sum stjórnarleiðara

Mansour Abbas, her á fundi við ísreaelska forsetan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

12 ára tíðarskeiðið við Benjamin Netanyahu sum leiðari í ísraelskum politikki er av. Hetta gjørdist greitt, tá leiðarin fyri lítla arabiska-ísraelska flokkin Raam, Mansour Abbas mikukvøldið boðaði frá, at hann fer við í samgonguna, sum vil koyra Netanyahu frá valdinum.

Fráfarandi forsetin í Ísrael, Reuven Rivlin, gav Yair Lapid heimild til at royna at skipa eina samgongustjórn, eftir at hetta ikki eydnaðist Benjamin Netanyahu eftir seinasta val, 23. mars.

Men stutt undan, at freistin var úti í gjárkvøldið, boðaði Raam-flokkurin, ið hevur fýra sessir í tjóðartinginum, frá, at hann stuðlar nýggju stjórnini hjá andstøðuleiðaranum Yar Lapid úr miðflokkinum Yesh Atid og høgrapolitikaranum Naftali Bennet.

Raam fær tó ikki nakran ráðharrasess.

Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at ein arabiskur flokkur stendur sum stuðul hjá sitandi stjórnini í Ísrael. Hetta hendi eisini í 1990, tá stjórnin hjá Yitzhak Rabin eisini fekk slíkan óvæntaðan stuðul.

Í Ísrael er ein fimtingur av fólkinum av palestinskum ella muslimskum uppruna.

New York Times veit at siga, at Raam-flokkurin er farin við í stjórnarsamstarvið við at tryggja arabiska minnilutanum í Ísrael nøkur rættindi. Eitt nú nakrar broytingar í íbúðarlóggávuni, sum møguligir samgongufelagar á ytsta høgraveingi hava verið ímóti.

Nýggja samgongan hevur nú eina freist á eina viku at vera góðkend í tjóðartinginum, Knesset.

Sum skilst verður Naftali Bennet frá høgraflokkinum Yamina forsætisráðharri í fyrstu syftu, men sambært avtaluni skal Yair Lapid taka yvir tá samgonguskeiðið er hálvrunnið, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

48 Leygardagur 05. juni 2021

Nú sleppa kinesarar at fáa trý børn

Síðan 2015 hevur verið loyvt at fáa sær tvey børn, og nú verður markið hækkað enn einaferð

Shanghai, Kina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í árunum 1979-2015 var bert loyvt foreldrum í Kina at hava eitt barn, við ávísum undantøkum. Orsakað av stóru minkingini í talinum á barnsburðum, var lógin seinni broytt til at loyva tveimum børnum í staðin fyri eitt, men tað tykist ikki at hava riggað, og nú verður boðað frá, at talið á loyvdum børnum er hækkað upp í trý.

Sambært BBC er tað m.a. kostnaðurin av at hava børn í teimum stóru býunum, sum er orsøkin til, at nógv pør aftra seg við at fáa meira enn eitt barn.

Ein onnur orsøk er, at fleiri ættarlið av kinesarum eisini eru von við at vera einabørn og at hava lítlar familjur, umframt at familjur í dag ikki hava eins stóran tørv á at hava fleiri børn, sum kunnu fara út at arbeiða.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur, at nýggja lógin, eins og gomlu lógirnar, ið ásettu mark fyri, hvussu nógv børn ein slapp at hava, er eitt brot á mannarættindini.

– Myndugleikarnir eiga ikki at áseta, hvussu nógv børn fólk sleppa at fáa. Heldur enn at dagføra barnapolitikkin, átti Kina at virða persónligu avgerðirnar hjá fólki og steðga við at gera seg inn á familjuætlanirnar hjá fólki, sigur Joshua Rosenzweig úr deildini hjá Amnesty í Hong Kong.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

49 Leygardagur 05. juni 2021

Hópgrøv við 215 børnum funnin í Kanada

Upprunafólkini krevja nú svar uppá hvat hendi við hesum børnum

Mynd frá einum av skúlunum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Upprunafólkið í Kanada mælir nú til, at okkurt veruligt verður gjørt fyri at kanna serligar kostskúlar í landinum fyri hópgravir.

Hetta hendi eftir at tað hósdagin varð funnin ein hópgrøv við leivdunum av 215 børnum við skúlan Kamloops Indian Residential School.

Talan er um børn niður í trý ára aldur. Tíðindini hava skelkað Kanada.

Stjórnin má fáa greiði á, hvat er hent, heldur Perry Belgarde, leiðari fyri felagsskapin Assembly of First Nations, sum umboðar fleiri av upprunafólkunum í Kanada.

- Fólk, sum hava yvirlivað hesar skúlar hava í nógv ár fortalt um hetta, men ongin vildi trúgva, at tað funnust hópgravir, at børn hvurvu og at børn doyðu, vórðu fyribeind, sigur Bellegarde við kanadiska miðilin CBC.

Tað var Tk'emlúps te SecweÌpemc-fólkið, sum hósdagin bar tíðindini um, at tey høvdu funnið hópgvørina við Kamloops Indian Residential skúlan, sum einaferð var tann størsti av sínum slag í Kanada.

Skúlin var partur av eini serligari skipan í Kanada, har børn hjá uppruna kanadiarum vórðu tikin frá foreldrunum og skrivað inn í kostskúlar. Endamálið var, at tey skuldu venjast frá teirra egna máli og mentan fyri í staðin at læra seg vesturlendska mentan, skrivar Reuters.

Skúlarnir virkaðu í árunum 1831 til 1996.

Ein kanningarnevnd fann í 2015 fram til, at valdsgerðir vórðu framdar á skúlunum, og at børnini vórðu hungrað og neyðtikin. Skipanin varð kallað eitt “mentanarligt tjóðarmorð”.

- Talan var um ein politikk, sum hevði til endamáls at týna upprunafólkið og gera tey til kanadiarar móti vilja teirra, var niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum.

Bólkurin fann fram til, at minst 4.100 børn doyðu orsaka av valdsgerðum ella vanrøkt á skúlunum. Veruliga talið varð tó hildið at vera munandi hægri.

Sambært CBC vóru minst 130 slíkir skúlar í Kanada og umleið 150.000 børn hjá upprunafólkum vórðu gjøgnum árini skrivað inn á hesar skúlar. Á Kamloops Indian Residential School kundu ganga 500 børn í senn.

Almennu uppgerðirnar vita bert um, at 50 børn doyðu á skúlunum, skrivar AFP.

Justin Trudeau, forsætisráðharri hevur sagt, at tað er av týdningi at kenna sannleikan, og mælir til, at útgravingar verða gjørdar á skúlunum, skrivar Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

50 Leygardagur 05. juni 2021

Føroyar tóku eitt fet nærri undankappingini

Føroysku kvinnurnar vunnu seinastu einogtjúgu minuttirnar við seks málum. Tá fekst glið á álopsspælið, samstundis sum verjan og Annika Petersen í málinum gjørdu tað trupult fyri Finnland. Føroyar kunnu avgerða bólkin sunnudagin

Føroysku kvinnurnar kundu fegnast eftir seinasta bríkl, tí tær høvdu strítt seg inn í dystin aftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar og Finnland settu fríggjakvøldið skjøtul á undan-undankappingarbólkin, sum hetta vikuskiftið er á skránni í Høllini á Hálsi. Tað var útiliðið, ið byrjaði greitt betri. Føroyar fingu bert tvey mál fyrstu tíggju minuttirnar, meðan Finnland kom til alt ov nógv løtt skot. Marita Mortensen skoraði bæði føroysku málini, og tað var ungi bakspælarin úr Hoyvík, sum gekk á odda í álopspælinum hjá Føroyum í 1. hálvleiki.

Marita skoraði fýra útav níggju málum – tað gekk striltið at fáa mál uppá góðar møguleikar og at millum skora av vonginum.

Málverjin Annika Fríðheim Petersen helt í roynd og veru Føroyum inni í dystinum fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Hoyvíkskvinnan, sum spælur fyri Haukar í bestu íslendsku deildini, helt eitt gott støðugt støði ígjøgnum so at siga allan dystin og hevi nakrar stórar bjargingar. Í áleið 15 minuttir, frá støðuni 6-2, skoraði Ísland bert tríggjar ferðir.

Føroyar komu í gongd, men hóast fleiri møguleikar at javna fyrst og síðani leggja á odda, so gekk tað striltið. Tað var eisini Finnland, ið var á odda í stegðinum við einum máli.

Um Føroyar komu illa út til dystin, so var tað næstan verri í 2. hálvleiki. Finnland vann fyrstu átta minuttirnar 4-0, og tað var ikki tí at gestirnir spældu heilt væl. Føroysku leikararnir skutu mitt á finska málverjn, og tað tók eina løtu at fáa samansetingina í verjuna at sita heilt. Men so kom hon eisini av álvara í gongd, og tað sum var uppaftur betri, tá støðan var 9-13: Álopið fór at koyra heilt væl.

Gamla Kyndlisbakketan við Marionnu Geirsdóttir Eystberg og Súnu og Báru Krossteig Hansen koyrdi væl: Marianna fekk nøkur góð mál útifrá, Súna, ið spældi við pínu í knæðnum og uttan at fáa runnið ordliga, fekk av álvara bjóðað finsku verjuna av. Hon skoraði tvey góð mál, tók nóg uppmerksemi og vann eisini okkurt brotskast. Bára setti spælið væl upp og var sera trygg uppá øll síni trý brotskøst. Bjarta Johansen gjørdi tað eisini væl á strikuni.

[object Object]
Guðrið Ellingsgaard, ið her fær klemm frá Turið Arge, spældi væl í sínum fyrsta landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Súna Krossteig Hansen í ovarakæti eftir málið hjá Marionnu, ið setti seinasta seymin í kistuna. Súna gjørdi stóran mun, háost hon var darvað av knøunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til í fyrra hálvleiki komu mál av vonginum: Durita Jojic, ið framvegis hevur nakað av trupulleikum við økslini, skoraði trý sera týdningarmikil mál av sínum gamla plássið á høgra vongi.

Guðrið Ellingsgaard kom inn á vinstra vong og legði Føroyar á odda við tveimum, umframt at hon var við at vinna eitt umráðandi brotskast. Strandingurin, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst dekkaði eisini væl sum tvey'ari á vinstra bakki.

Samanumtikið tóku allar av álvara ábyrgd seinastu ein og tjúgu minuttirnar, og tað gjørdi at Føroyar ótu seg frammum og vóru verandi har - tíðarskeiðið frá 50. minutt til 55. minutt vunnu Føroyar 4-0. Í seinasta minuttinum hevði Finnland eitt skot á stongina, tá munurin var eitt mál. Føroyar fekk fatur á bóltinum, spældu seg forbí høga finska trýstið, Marianna gjørdist leys, skoraði trygt og so var avgjørt.

21-19 til Føroyar, ið spældi heimadystin uttan nevnivert av áskoðarunum, var aftanfyri við fýra málum í 9. minutti í 2. hálvleiki, men sum vísti mentala styrki og helt lagnuna í egnum hondum.

Dragan Brljevic, Finnur Hansson og leikararnir kunnu nú taka sær eitt sindur av løttum og hyggja eftir dystinum millum Finnland og Ísrael í dag og vita, at líkamikið hvat úrslitið verður, so ber til at avgerða alt sunnudagin, tá Ísrael er á skránni.

EM undan-undankapping
Høllin á Hálsi, 04. juni
Føroyar - Finnland 21-19 (9-10)

Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 2-6
15 min: 6-7
20 min: 7-7
25 min: 8-9
35 min: 9-11
40 min: 10-13
45 min: 13-14
50 min: 15-17
55 min: 19-17

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marita Mortensen 4
Marianna Eystberg 4 
Durita Christophersen Jojic 3 
Bára Krossteig Hansen 3 (3 brotskøst)
Bjarta Osberg Johansen 2 
Súna Krossteig Hansen 2 mál
Pernille Brandenborg 2
Guðrið Ellingsgaard 1 

Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 17

Útvísingar: Durita Christophersen Jojic 2, Bjarta Johansen 1, Guðrið Ellingsgaard 1 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

51 Leygardagur 05. juni 2021

Føroyar høvdu spælið - Ísland fekk málið

Føroyska liðið spældi á nógvan hátt sín besta dyst undir Håkan Ericson. Tað sá í stóran mun gott út við bóltinum, møguleikarnir vóru har, Ísland hevði fáar málmøguleikar men gagnýtti sín einasta í 2. hálvleiki á vakran hátt

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

At Ísland vinnur við einum máli, tá liðið spælir í Føroyum er ikki nakað nýtt. Soleiðis var í seinastu trimum dystunum undan tí í fríggjakvøldið, og tað endaði hesaferð 1-0 til Ísland.

Einsamalla málið var frálíkt. Mikeal Anderson átti seinasta fótín á gott íslendskt snarálop - talan var um sera hegnisligt skot frá innskifta FC Midtjylland-leikaranum við vinstra beininum.

Hóast Føroyar serliga høvdu eina heilt góða støðu eftir hetta, tá innskifti debutanturin Jákup Johansen kom í sera góða støðu, spældi yvirum til Klæmint Andrasson Olsen, ið heldur kroystur ikki megnaði at fáa bóltin í málið.

Føroyingar megnaðu ikki at fáa javnvág í aftur. Annars var liðið hjá Håkani Ericson omaná í spælinum, og tað sást, at nógv av ætlanini fyri dystin eydnaðist. Íslendska liðið var annars vælskipað og lat Føroyar hava bóltin í fleiri tíðarskeiðum.

[object Object]

Føroyar spældu hesuferð 4-5-1 tað mesta av dystinum, og hetta sá út til at hóska heilt væl. Føroyingar byrjaðu til dømis dystin nógv betri, og bæði vælleikandi Brandur Hendriksson, eftir gott uppspæl, og Odmar Færø, eftir hornaspark, vóru heilt nær við. Íslendingar spældu seg til ein stóran málmøguleika í fyrra hávleiki, men Teitur Matras Gestsson stjórbjargaði.

Annars sá tað gott út, tá Føroyar høvdu bóltin í stórum pørtum av dystunum. Verjuparturin hekk eisini væl saman við KÍ-miðverjuni og KÍ-liðformanninum frammanfyri - Jákup Biskop Andreasen var ikki upprunaliga úttikin, men byrjaði nú inni, og kom ógvuliga væl frá uppgávuni.

Gilli Rólantsson, ið nú er komin í gongd aftur í Noregi, spældi sín besta landsdyst leingi, og Viljormur Davidsen var stinnur á hinum bakkinum. Teitur stýrdi væl frá málinum og HB-málverjin var virðismikil, hvat útspærkum viðvíkur. Samanumtikið sá føroyska liðið út til at hanga væl saman, men manglaði í summum løtum at gerast farligt. Íslendingar vóru meira effektivir og kyniskir.

Føroyar spæla aftur venjingardyst á Tórsvølli mánadagin, tá Liktinstein er á skránni.

[object Object]

Venjingardystir
Tórsvøllur, 04. juni
Føroyar - Ísland 0-1 (0-0)
70' Mikeal Anderson 0-1

Føroyar (4-5-1) Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen,  Meinhard Egilsson Olsen - Jóan Símun Edmundsson

Jóannes Kalsø Danielsen, Andreas Lava Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jákup Johansen og Petur Knudsen komu inn.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

52 Leygardagur 05. juni 2021

UEFA: Koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League

Hetta gongur útyvir HB, ið kortini ikki sleppur at hýsa undanumfarinum seinni í mánaðinum. Hetta skrivar in.fo. Ístaðin skulu meistararnir til Andorra, San Marino og Kosovo - seinasti møguleikin er, at spælt verður í uttanveltaðum landi

René Shaki Joensen og HB sleppa kortini ikki at spæla Champions League í Føroyum - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Í fjør kom KÍ víðari orsakað av koronutilburðum hjá Slovan Bratislava (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB fekk í gjár ein ítróttarligan og fíggjarligan smeit, orsakað av koronuleiðreglunum í Føroyum. Føroyameistararnir mugu metast at vera favorittar at spæla seg víðari úr undanumfarinum til Champions League, og tann leikluturin var greiðari við tí, at greipuvinnararnir skuldu spæla dystirnar á heimavølli.

Hetta er nú farið fyri skeyti, tí UEFA hevur tikið vertsleiklutin frá HB

Sambært heimasíðuni in.fo fekk Havnar Bóltfelag boðini frá evropeisku fótbóltssamgonguni fríggjamorgunin. Trupulleikin er, at UEFA metir koronareglugerðirnar í Føroyum at vera ov strangar.

Serliga er tað mannagongdin við, at um ein spælari verður smittaður, so skal ein heilur hópur í sóttarhald. Hetta sóu vit viðvíkjandi Slovan Bratislava í fjør, tá slovakisku meistararnir skuldu spæla í Klaksvík. Tá kom KÍ víðari uttan dyst, tí verandi koronumannagongdir vórðu fylgdar sambært protokollini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni - fyrst varð ein smittutilburður staðfestir, síðani ein afturat, og so vóru boðini frá landslæknanum, at allir í ferðalagnum hjá Slovan skuldi í sóttarhald ella av landinum við leiguflogfari.

Óviss støða
Talan er um allarfyrsta umfar. í størstu kappingini sum er fyri lið - eitt slag av undanumfari. Meistararnir úr teimum fýra londunum samanlagt lægst styrkistølum (koefficienti) seinastu fimm árini hittast í einum landi, har fyrst hálvfinala er á skránni - lutakast um hálvfinalurnar verður týsdagin - og so finala um pláss í sjálvum fyrsta undanumfarinum. Serliga eru tað ringu føroysku úrslitni í 2016 og 2017 gera, at HB í ár noðyist at byrja so tíðliga.

Ætlanin var, at føroyski høvuðsstaðurin skuldi hýsa dystunum 22. juni og 25. juni, men nú fer UEFA at finna nýggjan vert. Hini trý meistaraliðini eru úr Andorra, San Marino og Kosovo. Talan er um ávíkavist Inter Club d´Escaldes, Folgore og Prishtina.

Metast kann, at serliga høvuðsstaðarfelagið úr Kosovo kann geva HB veruligar trupulleikar, og at tað ikki verður spælt í Tórshavn, kann fáa eina ávirkan. Hetta hevur eisini fíggjarligar avleiðingar við sær hjá meistarunum. Eitt er mistar áskoðarainntøkur - eitt annað er eyka útreiðslur fyri ferðing og gisting.

UEFA hevur møguleikan at gera sum seinasta ár, tá hetta formatið varð nýtt fyri fyrstu ferð: At leggja stuttu kappingina millum tey fýra liðini í einum uttanveltaðum landi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

53 Leygardagur 05. juni 2021

Eingin heimligur fótbóltur komandi dagarnar

FSF hevur útsett allar dystir í lands- og steypakappingunum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at úseta allar dystir í lands- og steypakappingunum, sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni.

Støðan við fótbóltinum verður viðgjørd so hvørt, sum koronastøðan í samfelagnum broytist. Havandi gongdina seinastu dagarnar í huga, er tí avgjørt at útseta allar dystir í heimligu kappingunum, sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni.

Dystirnir sum talan er um eru millum annað landskappingardystir í bestu kvinnudeildini og útsetti mansdystirnir millum TB-ÍF í landskappingini og fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B71 og HB.

Landsdystir verða framvegis spældir komandi dagarnar, men tað verður sum kunnugt uttan áskoðarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

54 Leygardagur 05. juni 2021

Víkingur í hálvfinaluni

Við 3-2 sigri móti ÍF í Fuglafirði vann Víkingur seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við brotssparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kom spenningur í seinastu minuttirnar í Fløtugerði, har Víkingur var á grannavitjan hjá ÍF.

Bogi Reinert Petersen brendi annars brotssparkið í fyrsta umfari, men av tí at Bárður á Reynatrøð ikki stóð á linjuni tá skotið varð, fekk ÍF møguleikan at skjóta einaferð afturat. Tá var Bogi Reinert Petersen tryggur og minkaði um munin til 3-2.

Tað komu kortini ikki fleiri mál, og áskoðararnir úr Leirvík og Gøtu kundu fara glaðir heim aftur.

Fyrsta korterið av dystinum vóru fuglfirðingar grammari, og tað gav úrslit tá átta minuttir vóru leiktir, tá Uros Stojanov legði heimaliðið á odda 1-0. Gleðin var heldur stokkutt, og góðar tíggju minuttir seinni javnaði Jákup Johansen, og smáar tíggju minuttir eftir hetta legði málfarligi Andreas Lava Olsen gestirnar á odda 2-1, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Stutt inn í seinna hálvleik økti Jákup Johansen um leiðsluna hjá Víkingum, og legði gestirnar á odda 3-1, og alt tyktiskt avgjørt. Sum nevnt eydnaðist tað heimaliðnum at fáa eitt sindur av spenningi í til síðst, men tað gekk ikki hjá ÍF, sum má ynskja grannunum tillukku við hálvfinaluplássinum.

[object Object]Nógvir áskoðarar í góðveðrinum í Fløtugerði (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var triðja fjórðingsfinalan. NSÍ og EB/Streymur hava vunnið hinar báðar, meðan fjórða fjórðingsfinalan verður beint eftir landsliðssteðgin, 9. juni.

Orsøkin til útsetingina, er at HB-hópurin er í sóttarhaldi.

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 18. august og tær seinnu 2. oktober.

ÍF - Víkingur 2-3 (1-2)
8’ Uros Stojanov 1-0
21’ Jákup Johansen 1-1
31’ Andreas Lava Olsen 1-2
50’ Jákup Johansen 1-3
90’ Bogi Reinert Petersen 2-3 (br.)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

55 Leygardagur 05. juni 2021

Soleiðis verður spælt í hálvfinalunum

Vinnarin av fjórðingsfinaluni millum B71-HB skal spæla móti NSÍ í aðru finaluni, meðan Víkingur og B36 spæla í hinari

HB vann greipuna í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt hvussu spælt verður í hálvfinalunum um Løgmanssteypið. Lutakast var í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið.

Í aðrari finaluni spæla vinnarin av B71/HB og NSÍ, og í hinari spæla Víkingur og B36.

Hálvfinalurnar verða 21. september og 2. oktober.

Lutakast var eisini um heimaliðið í finaluni, og tá gjørdist greitt, at vinnarin av hálvfinalu eitt, tað vil siga B71/HB-NSÍ, fær heimadyst í finaluni, sum verður á Tórsvølli 6. november.

Finalan verður 6. november.

Orsøkin til at B71 og HB ikki hava spælt sína fjórðingsfinalu enn, er at korona varð staðfest í HB-hópinum. Tann dysturin verður leiktur 9. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

56 Leygardagur 05. juni 2021

U21 fekk javnleik móti U19 hjá Íslandi

Venjingardysturin millum føroyska U21-landsliðnum og íslendska U19-landsliðnum endaði 2-2. Stefan Radosavljevic skjeyt bæði tey føroysku málini

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stefan Radosavljevic gjørdi bæði málini, tá føroyska U21-landsliðið hósdagin spældi javnleik 2-2 móti íslendska U19-landsliðnum í venjingardysti á Svangaskarði.

– Hetta var ein sera góður venjingardystur, áðrenn EM-undankappingardystin móti Armenia týsdagin. Nógv av okkara spæli var gott, meðan okkurt var minni gott, men eg haldi at vit sum heild fingu nógv burturúr, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum til komandi dyst, sigur venjarin hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Tað endaði við javnleiki 2-2 á Svangaskarði á Toftum, tá føroyska U21-landsliðið seinnapartin hósdagin tók ímóti íslendska U19-landsliðnum.

Gestirnir komu á odda beint fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Stefan Radosavljevic, og tá stórur tími var spældur legði Stefan Føroyar framum 2-1. Bæði málini vórðu skotin beinleiðis upp á fríspark. Føroyska leiðslan helt sær til góðar seks minuttir fyri leiklok, tá íslendarar javnaðu til úrslitið 2-2.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Armenia verður á Svangaskarði týsdagin 8. juni klokkan 17:30. Eingir áskoðarar sleppa til dystin, sum verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

57 Leygardagur 05. juni 2021

Svenskur venjari tekur yvir í 07 Vestur

Avloysarin hjá Heðini Askham er sviin Magnus Powel

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur hevur sett nýggjan høvuðsvenjara á besta mansliðnum eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjaði arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni.

46-ára gamli sviin kemur til 07 Vestur úr Levanger, har hann mátti gevast eftir at felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar eftir at korona legði fótbólin stillan í fjør, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni.

Magnus Powell hevur hópin av royndum sum leikari í bestu deildunum í Svøríki og Noregi, millum annað úr Ørebro, Lillestrøm og Lyn, umframt svenskum ungdómslandsliðum. Eftir at vera steðgaður sum leikari byrjaði hann á venjaraleiðini sum akademivenjari í Sundsvall og Lillestrøm. Sum høvuðsvenjari hevur hann verið hjá Egersund, Sandefjord og Levanger. Magnus er útbúgvin FIFA PRO-venjari.

Magnus Powell er svii, men, sum eftirnavnið eisini avdúkar, hevur hann røtur úr Onglandi, haðani pápin kemur.

07 Vestur liggur á áttanda plássi í Betri deildini hjá monnum við átta stigum aftaná ellivu dystir.

[object Object]Heðin Askham var venjari hjá uppflytarunum í Betri deildini, 07 Vestur, í eitt ár (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

58
Leygardagur 05. juni 2021

Siglandi fótbóltsmenn

Til Suðuroyar í rib-báti at spæla dyst móti Royn. Á veg heim aftur funnu teir grind. Ógloymandi fótbóltsferð

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Farna vikuskiftið fór aðrudeildarliðið hjá B68 av Toftum suður til Hvalbiar við rib-bátinum Tornado II. Teir skuldu spæla móti Royn, og var tað bæði skjótari og lættari at fara við Tornado II enn við Smyrli, tá veðrið var til vildar.

Tá fótbóltsmenn nú eru farnir at sigla til dystir, var hóskandi at sjómanstrúboðarin var á Neshamri og heilsaði uppá spælararnar áðrenn fráferð.

Teir fingu øll góð ynskir og heilsaninna: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum.

So loysti hann endan á bátinum, sum setti ferð á og fór við sínum 600 hestum strúkandi suður gjøgnum fjørðin.

Úrslitið var, at teir vunnu dystin og ávegis heimaftur sigldu teir seg fram á eina grind, sum teir vóru við til at reka inn í Sandagerð, har hon legði beinini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

59 Leygardagur 05. juni 2021

Nógvir pengar í Conference League

KÍ og NSÍ eru við í fyrsta undan-umfari í nýggju kappingini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er møguligt, at nýggja kappingin hjá Uefa, kallað Uefa Conference League, verður mett sum ein C-deild í Evropacup, men tað er ein sannroynd, at peningaliga er kappingin eitt nám fyri tey feløg, sum koma langt í kappingini.

KÍ og NSÍ eru føroysku umboðini, sum vera við í hesi kappingini í ár, eftir at evropeiska kappingin fyri feløg nú er umskipað í tríggjar deildir, Champions League, Europa League og Conference League. Lutakast verður til fyrstu umførini í hesi kapping um hálvan juni.

Men feløgini skulu spæla seg víðari úr teimum fyrstu umførunum fyri at vera við, har kappingin veruliga gevur pengar í kassan.

Norska tíðindastovan NTB skrivar, at tey trý norsku liðini, Molde, Resenborg og Vålerenga, sum koma beinleiðis inn í annað umfar í hesi kappingini, fáa 350.000 evrur – tað er 2,6 milliónir krónur – fyri tað, og spæla tey seg víðari, so eru heilt nógvir pengar at vinna.

Franska blaðið L’Equipe veit at siga, at tey 32 evropeisku liðini, sum spæla seg í bólkaspælið í Conference League, eru tryggjað 2,94 milliónir evrur – tað er næstan 22 milliónir krónur.

Hvør sigur í bólkaspælinum gevur 3,7 milliónur krónur á kontuna hjá felagnum, meðan javnleikur gevur 1,25 milliónir krónur. Vinnararnir av bólkaspælinum fáa 4,8 milliónir afturat, og tveyararnir helmingin, skrivar NTB. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

60 Leygardagur 05. juni 2021

Fantastisk tíð í Týsklandi: Má hugsa meg um áðrenn eg fari víðari

Jóan Símun Edmundsson, sum hevur takkað fyri seg í Aminia Bielefeld, fer nú at leita eftir nýggjum felagi. Landsliðsleikarin fer at hugsa seg væl um áðrenn næsta stig verður tikið

Jóan Símun Edmundsson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið greitt í eina tíð, men í vikuni varð kunngjørt at Jóan Símun Edmundsson ikki heldur fram í týska Aminia Bielefeld, sum spælir í Bundesliguni.

Hann er við á landsliðnum, sum hetta vikuskiftið spælir móti Íslandi og Liktenstein. Jóan Símun greiðir frá, at tað gongur helst ein tíð áðrenn nakað hendir víðari.

- Eg veit ikki hvat skal henda nú. Fyrst og fremst er fokus á at gera tað so gott sum eg kann hesa vikuna við landsliðnum. Tað fer helst at ganga ein tíð áðrenn eg finni eitt nýtt felag. Eg føli á mær, at eg má hugsa meg væl um áðrenn eg taki næsta fet víðari á leiðini, sigur Jóan Símun Edmundsson.

29 ára gamli toftamaðurin letur væl at tíðini í Týsklandi.

- Tað hevur verið ein fantastisk tíð. Eg havi verið har í trý ár, og tað er longri enn eg havi verið í nøkrum øðrum felagi í mínari senior yrkisleið.

- Og eg haldi serliga tað, at man kom til eitt felag sum lá í miðjuni í næstbestu deildini, og nú tá eg fari, eydnaðist eisini at yvirliva í bestu deildini, Bundesliguni. So tað hevur verið super og stuttligt. Nógvar upplivingar eg havi fingið har, sigur Jóan Símun Edmundsson.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021

61 Leygardagur 05. juni 2021

Fótbóltssambandið góðkent Ovara vøll

Eftir eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali er niðurstøðan, at vøllurin er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fótbóltssamband Føroya hevur góðkent Ovara vøll í Gundadali.

Fótbóltssambandið hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali til tess at staðfesta, um vøllurin lýkur ásettu treytirnar í Vallarreglugerð FSFs viðvíkjandi mátum. Eisini skuldi staðfestast, um vøllurin annars lýkur FIFA ásett krøv til mát í Fótbóltslógini (“Laws of the Game” hjá IFAB: The International Football Association Board).

Eftirlitssýnið varð framt 1. juni, og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti, skrivar Tórshavnar kommuna.

Góðkenningin er givin við teirri treyt, at leikvøllurin til eina og hvørja tíð lýkur ásettar treytir til leikvøll sambært rundskrivi frá FSF um treytir til leikvøll (Vallarreglugerð 2021).

Sambært kommununi vóru bert fáar viðmerkingar um smáting, sum kundu rættast og umvælast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

62 Leygardagur 05. juni 2021

Chelsea vann fult uppiborið í finaluni

Kai Havertz skoraði stutt fyri hálvleik, og City gjørdist ongantíð heilt vandamikið eftir tað. Harvið eydnaðist tað heldur ikki hjá Guardiola í triðju royndini móti Tuchel, og hann hevur framvegis til góðar at vinna Champions League við City

Chelsea hevur nú vunnið Champions League tvær ferðir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Chelsea er Champions League-vinnari fyri aðru ferð. Hetta er greitt, eftir at London-felagið vann 1-0 í finaluni móti Manchester City í Porto í leygarkvøldið.

Chelsea kom væl betri frá byrjan og hótti beinanvegin City-verjuna við ferð og beinleiðis sendingum frameftir. Timo Werner kom í tvær góðar støður, men fekk ikki heilt nóg gott skot á. Í hinum endanum hótti fyrst Sterling, og nakað seinni gjørdist Phil Foden næstan heilt fríur mitt í brotsteignum, men Antonio Rüdiger kastaði seg fyri skotið.

Stutt fyri hálvleik bragdaði hjá Chelsea. Málverjin Mendy spældi bóltin væl niðan til Ben Chilwell á vinstra vongbakk, hann fann Mason Mount, og so fann álopskendi miðvallarin, ið er vaksin upp í felagnum, Kai Havertz við frálíkari langari sending. Týskarin tók út ímóti bóltinum innanfyri bakketuna hjá City, slapp framvið Ederson, og so var 1-0. Hetta var fyrsta málið í kappingini hjá 21-ára gamla Havertz, ið Chelsea keypti fyri 70 milliónir pund undan kappingarárinum.

Frá hesum stongdi Chelsea bara hurðina heilt. Liðið hjá Thomas Tuchel, ið tók yvir frá Frank Lampard síðst í januar, varð ógvuliga vælskipað, spældi klókt og gav liðnum hjá Manchester City sera fáar alveringsmøguleikar langt uppi á vøllinum og allir leikarar í myrkabláum løgdu nógvar metrar í tað og flutti seg við stórum inntensiteti og heilt rætt uttan bólt. Teir í ljósabláum megnaðu ikki at skapa nakað hóast greiða yvirvág viðvíkjandi tí at hava bóltin - City hevði bert eitt skot uppá mál í dystinum. Riyad Mahrez hevði eina fína skotroynd í yvirtíðini eftir eitt langt, men skotið fór stutt uppum - nærri kom liðið úr Manchester ikki. Hinvegin hevði Christian Pulisic ein stóran møguleika at skora til 2-0.

[object Object]

[object Object]Tuchel vann aftur á Guardiola - hesaferð á heilt stóra pallinum (Mynd: EPA)

Finalan varð eisini merkt av, at tveir lyklaleikarar noyddust út við skaða. Fyrst var tað Thiago Silva. Brasliumaðurin og stýrimaðurin í krútsterkur fimm-mansverjuni hjá Chelsea lendi illa í einum nærdysti stutt fyri hálvleik, og so kom Anders Christensen á vøllin. Danin gjørdi tað sera væl og kom fyri nógv, eisn og hann var góður á bóltinum. Hjá Manchester City kom tað ógvuliga illa við at liðformaðurin og stjørnuleikarin, Kevin De Bruyne, noyddist av vølli tíðliga í 2. hálvleiki eftir ein samanstoyt við Rüdiger. Blátt eyga og helst heilaskjálvta til belgiska miðvallaran. Hetta varð ikki nakar góði endi uppá City-tíðina fyri Sergio Aguero. Guardiola, ið nú hevur tíggju kappingarár á rað uttan eitt Champions League-steyp, og City hevur ongantíð vunnið kappingina.

Thomas Tuchel hevur nú eitt steyp sum Chelsea-venjari, og tað er tað størsta av teimum øllum. Týskarin var í finaluni í fjør við PSG, og fýra mánaðir eftir sína komu í London hevur hann vunnið tríggjar ferðir á Guardiola, sigrað á Atletico og Real Madrid og stendur sum Champions League-vinnari. Tað er aðru ferð í søgu felagsins - í 2012 vann felagið kappingina við Roberto Di Matteo, ið eisini hevði tikið yvir mitt í kappingarárinum, á odda. Italiumaðurin fekk sekkin stutt seinni, men tað tykist ósannlíkt at Tuchel, ið tykist at hava sett liðið perfekt upp til finaluna, fer nakran veg skjótt. Liðavrikið var frálíkt. Tað var skipanin - og so eisini ein heilt framúr og ótroyttiligur N'Golo Kanté á miðvøllinum, sum hevur verið lyklaleikarin í avgerandi dystunum í kappingini - ið stóð sterkast í myndini.

Champions League finala
29. mai, Estádio do Dragao (Porto)

Chelsea - Manchester City 1-0 (1-0) 
42' Kai Havertz (Mason Mount) 1-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2021

63 Leygardagur 05. juni 2021

Agüero fer til Barcelona

32 ára gamli framherjin hevur skrivað tvey ára sáttmála við katalanska stórfelagið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Argentinski framherjin, Sergio Agüero, sum seinastu árini hevur skotið mál í hópatali fyri ensku meistararnar, Manchester City, skal komani árini spæla fyri katalanska stórfelagið, FC Barcelona.

Tað boðar Barcelona frá á heimasíðu síni mánadagin. Argentinin hevur gjørt sáttmála við Barselona, sum gongur til og við kappingarárið 2022/23.

Um okkurt annað felag fær hug til at keypa Agüero áðrenn tann sáttmálin gongur út, kann hann leyskeypast fyri 100 milliónir evrur ella knappar 750 milliónir krónur, skrivar Ritzau.

Sergio Agüero hevur fyrr spælt í Spania. Í árunum 2006 til 2011 spældi hann við Atlético Madrid, har hann skoraði 100 mál í 230 dystum, áðrenn leiðin gekk víðari til Onglands.

Hann var tíggju ár í Manchester City. Hann er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri City, og eisini tann útlendingurin, sum hevur skotið flest mál í søguni hjá Premier League.

32 ára gamli áloyparin náddi at gerast enskur meistari fimm ferðir fyri City. Fyrstu ferð var í 2012, tá Agüero – í fyrsta kappingarári sínum fyri felagið – tryggjaði meistaraheitið við at skora langt inni í yvirtíðini í dysti móti Queens Park Rangers.

Agüero gerst Barcelonaspælari 1. juli, dagin eftir at núverandi sáttmálin við Manchester City rennur út. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2021

64 Leygardagur 05. juni 2021

Ancelotti loysir Zidane av í Real Madrid

Gevst tí í Everton beinanvegin

Carlo Ancelotti (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ein gamal kenningur, sum tekur við sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid eftir Zenedine Zidane.

Bert viku eftir at Zidane boðaði frá, at hann gevst sum venjari, er avloysarin klárur. Í gjárkvøldið varð boðað frá, at avloysarin er italiumaðurin Carlo Ancelotti.

Hetta merkir so, at Ancelotti nú gevst sum venjari í enska felagnum, Everton.

- Eg havi fingið ein óvæntaðan møguleika, og eg haldi, at skiftið er rætt, bæði fyri meg og familjuna, sigur Ancelotti, og takkar Everton og viðhaldsfólkunum fyri eina góða tíð í felagnum. Ancelotti kom til Everton í desember 2019. Í fjør endaði Everton á 12. plássi og í ár á 10.

Sambært spoanska ítróttablaðnum, Marca, hevur Ancelotti skrivað trý ára sáttmála við Real Madrid.

Hetta er aðru ferð, at Carlo Ancelotti tekur við sum venjari í Real Madrid. Hann var eisini vennari frá juli 2013 til maj 2015 og vann fýra steyp við felagnum, Champions League, HM fyri feløg, sponsku steypakappingina og evropeiska Super Cup. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

65 Leygardagur 05. juni 2021

HB sendi steypavinnaran út við sigri í Klaksvík

Julia Naomi Mortensen avgjørdi dystin við Djúpumýru. NSÍ vann tættan dyst í Sarpugerði við langskotssmáli, 07 Vestur vann 3-0 á Argjum, og B36 gjørdist seinasta liðið at spæla seg í hálvfinalurnar - eftir brotssparkskapping á Skála móti oddaliðnum í landskappingini

Sunniva Willemoes, her í nærdysti í einum øðrum dysti í Klaksvík, legði HB á odda við Djúpumýru, har høvuðsstaðarfelagið sendi KÍ út úr steypakappingini (Savnsmynd - Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lagt varð upp til spennandi fjórðingsfinalur í steypakappingini hjá kvinnum, og soleiðis varð eisini. Allar fýra vórðu leiktar mikukvøldið, og tað var bert í tí einu, at meira enn eitt mál var á muni.

Talan var um dystin á Argjum, har 07 Vestur vitjaði. Tað gjørdu vágakvinnur eisini í dystinum í 9. umfari í Betrideildini leygardagin, og eins og tá varð munurin trý mál.

Tó var 0-1 í ein tíma, og harvið varð dysturin ikki avgjørdur fyrrenn seinastu løtuna. Tá eitt korter var eftir, skoraði Evelin Da Silva Mastropasqua sítt seinna mál - áleyparin úr Brasilia skoraði eisni tvey mál Inni í Vika síðsta vikuskifti - og heilt ímóti endanum setti Eyðrið Rúnadóttir punktum. Hon er júst úttikin til U19-landsliðið, og í Vágunum ber nú eisini til fegnast um, at man hevur eitt lið í hálvfinaluni í steypakappingini.

NSÍ sigraði aftur í Sarpugerði

NSÍ vann 6-4 á Víkingi í Sarpugerði sunnudagin, og aftur mikukvøldið eydnaðist teimum í gulum og svørtum at hála sigurin í land har.

Heilt tíðliga í dystinum spældi NSÍ seg ígjøgnum, og bólturin varð lagdur til rættis fyri Heidi Sevdal, ið legði útiliðið á odda. Vìkingur mentist tó, og eftir hálvan tíma tók Hanna Isaksen Højgaard væl ímóti einari langari sending, gjørdi eitt gott trekk og setti bóltin niður í longra málhornið til 1-1.

Mongu áskoðarnir, ið vóru møttir upp í Sarpugerði, sóu ein dyst við nógvari ferð, har tað var eyðsæð at tað var alt uppá spæl. Í 2. hálvleiki var útiliðið omaná, og Inga Maria Janusardóttir bjargaði brotssparki frá Rúnu Olsen, stutt áðrenn tað eydnaðist Unn Hvidbro at senda NSÍ víðari við góðum langskot úr 25 metrum. Bólturin fór í longra málhornið, og runavíkskvinnur eru annað árið á rað í hálvfinaluni. 

[object Object]
Málverjin hjá Vìkingi vardi væl fyri brotssparki....

[object Object]
...men tíggju minuttir seinni varð 1-2


Í Klaksvík vóru tað tær í reyðum og svørtum, ið kundu stórfegnast. Eftir tjúgu minuttir legði Sunniva Willemoes HB á odda. KÍ kom tó út til seinna hálvleik sum eitt óløgi, og Maria Biskopstø javnaði beinanvegin. Hon er mest kend fyri brøgdini á rennibreytini og spældi eisini hondbólt í bestu deildini fyri Stjørnuna í vetur - hetta var fyrsta málið fyri besta liðið hjá KÍ hjá 18-ára gomlu Mariu.

[object Object]Julia Naomi Mortensen, her í dystinum móti KÍ í Betrideildini sunnudagin, ið endaði við málleysum javnleiki, avgjørdi fjórðingsfinaluna í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)


[object Object]
Og so kundu tær hjá HB av álvara fegnast (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Nú livdi dysturin av álvara, men tað var HB, ið dró longra stráðið. Eitt korter fyri leiklok skoraði Julia Naomi Mortensen til 2-1 og hóast eitt tungt KÍ-trýst seinastu løtuna, so eydnaðist tað ikki hjá steypavinnarunum at javna aftur. HB-liðið vardi væl - millum annað var danska Ida Marie Christensen í miðverjuni ógvuliga stinn og 16-ára gamla Gunnvá Lützen í málinum var trygg.

Harvið skal ein nýggjur steypavinnari finnast í ár. KÍ hevur nú spælt tríggjar ferðir móti HB og hevur ikki megnað at koppa høvuðstaðarfelagnum. Nú er ikki møguleiki fyri at endurvinna greipuna.

Brotssparksdrama á Skála

B36 og EBS/Skála spældu í 120 minuttir Undir Mýruhjalla, uttan at nakað mál kom. 

Harvið varð neyðugt við brotssparkskapping, og har vóru tær í hvítum og svørtum kaldari og løntu EBS/Skála ósigurin frá vikuskiftinum aftur. Tveir teir fyrstu skjúttarnir heimaliðnum skutu við síðuna av, Emma Hansdóttir, Jacoba Langgard, Rakul Johannesen og Kristianna Balle skoraðu fyri B36, og so var liðugt. 2-4 eftir brotssparkskapping og harvið er oddaliðið í Betrideildini úti, meðan B36, eins og í fjør, skal spæla í hálvfinalunum. Tá var liðið júst ov stutt móti móti NSÍ. 

Hálvfinalurnar verða ikki leiktar fyrrenn í oktober.

Úrslitini

EBS/Skála - B36 - 0-0 eftir vanliga leiktíð - 2-4 eftir brotssparkskapping

Víkingur - NSÍ 1-2 (1-1)
5' Heidi Sevdal 0-1
31' Hanna Isaksen Højgaard 1-1
76' Unn Hvidbro 1-2

AB/B71 - 07 Vestur 0-3 (0-1)
16' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-1
75' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-2
88' Eyðrið Rúnadóttir 0-3

KÍ - HB 1-2 (0-1)
21' Sunniva Willemoes 0-1
46' Maria Biskopstø 1-1
75' Julia Naomi Mortensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2021

66 Leygardagur 05. juni 2021

EBS/Skála legði seg fremst

Javnt í oddinum bestu kvinnudeildini. Fult umfar var síðsta vikuskifti

Lea Lisberg tók sær av báðum málunum hjá EBS/Skála í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fult umfar var síðsta vikuskiftið í bestu kvinnudeildini í fótbólti. Hetta var níggjunda umfarið, og í mun til í fjør, so er spenningur í deildini, tí eingin enn megnar at fara frá hinum.

Við 2-1 sigri móti B36, samstundis sum HB og KÍ leiktu javnt, legði EBS/Skála seg á odda í deildini. Felagsliðið hjá sundalags- og skálakvinnum hevur 19 stig. KÍ er beint í hølunum eisini við 19 stigum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

HB liggur fjórða plássi við 17 stigum.

NSÍ er komið fyri seg eftir at hava fingið eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Farna vikuskiftið vunnu runavíkskvinnur 6-4 móti Víkingi, sum seinastu umførini er dragna nakað í FM-stríðnum. Víkingakvinnur hava ein dyst til góðar móti 07 Vestur, og við sigri har, kunnu koma ájavnt við NSÍ.

Uppflytararnir í deildini, AB/B71 og 07 Vestur hittust á Argjum. Vágakvinnur vunnu dystin 4-1, og koma upp á seks stig. AB/B71 hevur enn til góðar at fáa síni fyrstu stig.

AB/B71 - 07 Vestur 1-4 (0-2)
26' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-1
44' Evelin Da Silva Mastropasqua 0-2
53' Ruth Albinsdóttir 0-3
56' Bettieyð Ellingsgaard 0-4
70' Vár Miðberg

Víkingur - NSÍ 4-6 (0-3)
3' Unn Hvidbro 0-1
25' Unn Hvidbro 0-2
44' Heidi Sevdal 0-3
57' Jensa Tórólvsdóttir 3-1
59' Maria Vinjardsdóttir Johansen 1-4
72' Hanna Isaksen Højgaard 2-4
81' Hanna Isaksen Højgaard 3-4
83' Kára Jarnskor 4-4
90' Heidi Sevdal 4-5
90' Maria Vinjardsdóttir Johansen 4-6

EBS/Streymur - B36 2-1 (1-0)
40' Lea Lisberg 0-1
51' Jacoba Langgaard 1-1 (br.)
51' Lea Lisberg 2-1

HB - KÍ 0-0

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. EBS/Skála (19 stig)
2. KÍ (19 stig)
3. HB (17 stig)
4. NSÍ (16 stig)
5. Víkingur (13 stig)*
6. B36 (10 stig)
7. 07 Vestur (6 stig)*
8. AB/B71 (0 stig)

*Ein dyst færri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

67 Leygardagur 05. juni 2021

Stjørnan fingið málverja úr Grønlandi

30-ára gamla Rina Møller Lorentzen hevur millum annað spælt í næstbestu deildini í Danmark og varð úttikin til grønlendska landsliðsbruttohópin í síðsta mánaða

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta kappingarár endaði Stjørnan aftast í SMS-deildini. Liðið var tó væl við í nógvum dystum og var nær við at spæla seg í hálvfinalurnar í steypakappingini.

Tað var fyri tað mesta Birita Ryan, ið vardi málið hjá Stjørnuni. Men 18-ára gamla klaksvíkskvinnan er landsliðsleikari í fótbólti, og varð í fjør kosin ársins verjuleikari í Betrideildini. Tað er fótbólturin, ið er fremstur hjá Biritu, og Stjørnan hevur leitað eftir nýggjum fyrstamálverja.

[object Object]
Birita Ryan til EM-kapping á U19-landsliðnum...

[object Object]
...hon hevur tó uppaftur betri dygdir sum fótbóltsleikari (Mynd: Sverri Egholm)


Málverjin er nú funnin. Talan er um Rinu Møller Lorentzen, sum kemur úr grønlendskum hondbólti. Hon er 30-ára gomul og hevur seinast spælt við NûK í bestu deildini í Grønlandi.

Stjørnan skrivar í samband við skiftið, at Rina Møller Lorentzen eisini hevur royndir úr næstbestu donsku deildini, Í mai varð hon úttikin út til grønlendska bruttohópin til HM-undankappingardystirnar í august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2021

68 Leygardagur 05. juni 2021

Kollfirðingar flotað nýggjan bát

Kjósin er navnið á nýggjum 5-mannafari í Kollafirði

(Mynd: KÍF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í Kollafirði var hátíðarhald mikukvøldið. Nýggja 5-mannafarið hjá KÍF varð flotað, og navngivið.

Bergur R. Dam Jensen helt fyrst eina røðu, sum oddamaður fyri kappróðrarnevndina, har hann greiddi frá tilgongdini til bátin og tað stóra arbeiði sum liggur aftanfyri slíkt handverk. Terji R. Jakobsen hevur smíðað bátin, Johnleif Hansen hevur sproytað og mála. Navnabrettið hevur Johanna Jakobsen gjørt.

Báturin hevur fingið navnið Kjósin, og tað var gentumanningin, sum flotaði bátin.

Ætlanin var, at Kjósin skuldi royna seg fyrstu ferð í kappróðri á Norðoyastevnu hetta vikuskiftið, men tann róðurin er, eins og Norðoyastevnan annars, avlýst vegna korona.

[object Object]
(Mynd: KÍF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

69 Leygardagur 05. juni 2021

Anna Kristina Niclasen DM-gull og føroyskt met

Kann gerast fyrsti føroyingurin, sum luttekur í EM í vektlyfting

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Anna Kristina Niclasen setti føroyskt met og vann DM-gull, tá hon farna vikuskiftið vann danska meistaraheitið á liðnum hjá danska felagnum AK Atlas úr Slagelse.

Anna setti føroyskt met við at stoyta (clean and jerk) 97 kilo upp um høvd. Í trekk (snatch) lyfti hon 73 kilo. Í tveykampinum ella samanlagt lyfti hon sostatt 170 kilo.

Frank Petersen, venjari hjá AK Atlas og danska landsliðnum væntar, at Anna Kristina kann gerast fyrsti føroyingurin, ið luttekur í EM fyri vaksin kanska longu komandi ár.

Hinar tríggjar á liðnum, Sandra Jensen, Katrine Bruhn og Louise Vennekilde luttóku allar fyri Danmark í EM í Moskva herfyri.

Næsta kapping fyri føroyska styrkiítrótt verður 4. juli í Spania. Úttikin til hesa kapping eru vektlyftararnir Pól Hendrikkur Andreasen, Maibrit Reynheim Petersen og Anna Kristina Niclasen. 

[object Object]
Vinnandi liðið hjá Slagelse í leysari luft. Anna Kristina er nummar tvey frá høgru

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

70 Leygardagur 05. juni 2021

Skúlaleikir: Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

Skúlaleikir fara av bakkastokki eftir summarferiuna – nú ber til at melda til á skulaleikir.fo.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grundarlagið undir Skúlaleikum er kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, ið staðfestir, at bara 15 prosent av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Hetta hevur fingið ÍSF at taka stig til hetta átak, sum er skipað sum eitt breitt samstarv millum kommunurnar, Mentamálaráðið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetrið við tí fyri eygað at geva ítrótt, sum lærugrein, nýggjar møguleikar, og fyri at byggja brýr millum skúla og ítrótt kring landið.

Flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig. Ætlanin við Skúlaleikum er at flætta hesar spælandi rørslurnar inn í nakrar ítróttagreinar, sum verða tillagaðar menningarstigið hjá næmingunum. Kravið er einfalt: tað skal vera stuttligt, og øll skulu kunna vera við, greiðir Katrin á Neystabø frá, sum samskipar Skúlaleikir fyri ÍSF saman við Helga Winther Olsen, sum er ítróttarligur ráðgevi.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg.

Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Ókeypis og ómakaleyst fyri skúlarnar
Grundleggjandi tankin við Skúlaleikum er, at luttøkan ikki skal krevja nakað eyka av skúlanum. Leikirnir og undirvísingartilfarið er eitt tilboð, sum ein lærari kann velja at brúka sum part av síni undirvísing í núverandi ítróttatíma. Av tí, at Mentamálaráðið og kommunurnar eru við í átakinum, og Betri er við til at stuðla leikunum, nýtist skúlunum ikki at hugsa um meirkostnað. 

Undirvísingartilfar verður ment, og verður lagt fram fyri ítróttalærarum á skeiði, sum skipað verður fyri saman við Námi.  

- Hetta ger tað ómakaleyst hjá ítróttalærarunum. Tað krevur bert ynski um førleikamenning og at royna okkurt nýtt - og síðani at arbeiða við hesum ítróttargreinunum í ásettu tíðina.

Skúlaárið 2021/22
Komandi skúlaár verður byrjað við 4. og 5. flokki. 

4. floks næmingar fara at royna seg í frælsum ítróttum og flogbørnum – og í 5. flokki verður tað innirógving og badminton. Í báðum førum verður dentur lagdur á spæl og felagsskap, og greinirnar verða tillagaðar eftir børnunum. 

- Tað fyrsta, sum tó fer í gongd, er, at ítróttarlærarar, sum hava hug at vera við í Skúlaleikum, melda seg og sínar flokkar til. Eftir summarferiuna fer Nám at skipa fyri skeiðum saman við sersambondunum í ávikavist frælsum ítrótti, flogbólti, rógving og badminton - og soleiðis lata ítróttalærararnar í til undirvísingina. 

Síðani byrjar undirvísingin úti á skúlunum, sum ítróttalærarin skipar sjálv/ur, men við møguleika fyri at fáa ráðgeving og vitjan av rørsluráðgevum í ávísu ítróttagreinini.

- Skúlaleikir skulu vera fyri øll. Tí er Parasport Føroyar eisini við allan vegin, soleiðis at møguleiki er fyri at tillaga allar venjingarnar og tryggja, at øll fáa verið við - eisini tey við kropsligum avmarkingum, vísir Katrin á Neystabø á.

Enda við eini Landsstevnu
Tá skúlarnir eru komnir ígjøgnum hesar 2x4 vikurnar við ítróttargreinunum, verða undanstevnur skipaðar, har ymsu flokkarnar sleppa at royna seg.

Hesar byrja við, at øll fáa prógv um luttøku, og síðani verða stig givin m.a. fyri samanhald, felagsskap, og hvussu væl næmingarnir heppa á hvør annan, umframt hvussu væl tey standa seg.

Á undanstevnunum finna vit ein til tveir flokkar, sum sleppa at umboða økið á landsstevnu, har ein flokkur í hvørjum árgangi at enda vinnur eitt ferðasteyp.

Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin - og tey, sum vilja royna seg móti øðrum. Endamálið er, at næmingarnir skulu hjálpa hvør øðrum, eggja hvønn annan til og soleiðis styrkja samanhaldið, greiðir Katrin frá.

Væl skipað menningarætlan
Ein ætlan er løgd, sum spakuliga skal menna Skúlaleikir ár um ár. Fyri hvørt ár verða fleiri greinar tiknar við, og fyri hvørt ár sleppa fleiri floksstig eisini at luttaka. Fyrsta árið er eitt royndarár, og vit fara at leggja okkum eftir at eftirmeta væl saman við lærarunum.

Hugsanin er eisini, at aðrar lærugreinir kunnu lofta átakinum. Til dømis ber í náttúru og tøkni til at rokna, hvussu nógv watt skulu til, fyri at rógva í ein tíma. Í føroyskum ber til at arbeiða við føroyska bátinum. Møguleikarnir eru nógvir, og bert hugflogið avmarkar.

Gott høvi verður somuleiðis hjá lokalu ítróttarfeløgunum at lata hurðarnar upp og bjóða teimum næmingunum, hvørs áhugi verður kveiktur, inn at royna seg, og soleiðis fáa tey inn í góðar og sunnar felagsskapir. 

- Vónin er, at Skúlaleikir fara at kveikja ein áhuga í rørslu og spæli í gerandisdegnum – eisini uttan fyri skúlatíð.

Les meira á: www.skulaleikir.fo

[object Object]
Umboð fyri samstarvspartnararnar aftan fyri Skúlaleikir. Frá vinstru Jenis av Rana, Mantamálaráðið, Magni Mohr, Fólkaheilsuráðið, Katrin á Neystabø, samskipari, Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF, Heðin Mortensen, Kommunufelagið, og Evy Jacobsen, Betri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2021

71 Leygardagur 05. juni 2021

Nýggja ÍSF-húsið byggjast á FIMI

Á aðalfundi hjá ÍSF varð avgerð tikin um staðsetingina hjá ÍSF-húsinum – ÍSF húsast í løtuni á Frælsinum, og har verður skrivstovan, inntil nýggja húsið verður klárt

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: Jógvan Óli Kristiansen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í eina tíð hevur verið arbeitt fram ímóti, at Ítróttasamband Føroya (ÍSF) skal húsast omaná Fimi í Gundadali, og á aðalfundinum hjá Ítróttasambandinum leygarmorgunin varð avgerð tikin um, at nýggja ÍSF húsið skal staðsetast har. 

Harvið byrjar ein nýggjur kapittul hjá íSF, nú gamla ÍSF-húsið, ið stóð við síðuna av svimjihøllini í Gundadali, er rivið niður fyri at gera pláss fyri nýggja langhylinum, boðar ÍSF frá í tíðindaskrivi.

– Eg síggi fyri mær, at nýggja ÍSF-húsið skal vera eitt livandi hús, segði Elin H. Joensen, ÍSF forseti, millum annað í forsetafrágreiðing síni.

– Ætlanin er, at nýggja ÍSF-húsið skal vera eitt opið og livandi hús, serliga fyri sambondini, við møguleika fyri samstarvi, fundum, skeiðsvirksemi og sparring - men tað skal eisini vera opið fyri almenningin.

Forsetin í ÍSF greiddi frá, at avgerð eisini er tikin um, at eitt føroyskt ítróttasavn skal verða partur av byggingini.

– ÍSF eigur nógvar forvitnisligar lutir, sum í løtuni ikki koma til sín rætt, tí vit ikki hava umstøður at vísa teir fram. Á ítróttafagnaðinum 2020 fingu vit enn ein forvitnisligan lut til savnið. Tað var Føroya fyrsti startrevolvari, ið Poul E. Petersen, fyrsti forseti í ÍSF, fekk frá eingilskmonnum - og sum hann hevði við sær kring landið til kappingar av ymsum slagi.

Í løtuni húsast ÍSF á Frælsinum, og har verður skrivstovan, inntil nýggja húsið verður klárt, skrivar ÍSF. Nú meirluti leygarmorgunin atkvøddi fyri at halda fram við arbeiðinum, verður farið undir at fyrireika byggingina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

72 Leygardagur 05. juni 2021

Elin Heðinsdóttir Joensen: ÍSF fær ikki neyðugu játtanina

Forsetin í ÍSF var hvassorðað, tá hon á aðalfundinum farna vikuskiftið kom inn á fíggjarviðurskiftini

– Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti (Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta leygardag var aðalfundur hjá Ítróttasambandi Føroya, og forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, var, sambært ÍSF, hvassorðað, tá hon kom inn á fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum ítrótti.

– Tørvurin hjá ÍSF er 25 mió. krónur frá landinum árliga. Tað er tað, sum tað kostar, at vit gerast fleiri - og at vit gerast betur. At føroyingar kunnu kappast í EM, HM og OL. At vit skipa fyri stórum kappingum her heima. Og tað er eisini kostnaðarmikið at skapa so góðar karmar um okkara størstu talent, at tey hava ein møguleika at standa seg uttanlands. Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað kostar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

– Vit hava tosað við allar flokkar á tingi. Tey siga seg skilja støðuna. Tey siga seg virða alt tað góða, sum ítrótturin stendur fyri og fremur her á landi. Tey takka okkum og heiðra okkara íðkarar, tá úrslitini koma. Men tað vísir seg ikki vera eins stór entusiasma, tá fíggingin skal fáast til vega.

Elin Heðinsdóttir Joensen helt tað vera øgiliga lætt at siga føgur orð um felagsskap, ítróttargleði og hvussu errin tey eru, tá tað gongur væl - um fíggingin ikki fylgir við. Um man ikki veruliga vil síggja reella virðið av ítróttinum. Tað er for lætt. Og tað er for bíligt - bæði so og so, sigur hon.

– Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sum aftur og aftur vísir á, hvussu nógv ítrótturin faktiskt sparir landinum fyri. Øll nikka. Øll vita tað. Men tá játtanin skal býtast út, hendir ov lítið.

– Tað er jú nógv bíligari at hava ítróttin, enn at skula rinda fyri alternativið, um eingin ítróttur var. Tí var ítrótturin ikki, ja, so hevði tað verið dýrt fyri samfelagið uppá so nógvar mátar. Tað vita øll, slerdi forsetin í ÍSF fast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

73 Leygardagur 05. juni 2021

Kurvabóltur er nú sersamband

Á aðalfundinum hjá ÍSF varð einmælt samtykt at gera kurvabóltssambandið, sum síðan 2017 hevur verið menningarsamband, til sersamband

John Norðbúð, formaður í Kurvabóltssambandi Føroya, og Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF (Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kurvabóltssamband Føroya er nú sersamband innan ÍSF. Tað varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá ÍSF leygarmorgunin.

Kurvabóltur hevur verið eitt av níggju menningarsambondum undir ÍSF, síðani kurvabóltssambandið varð sett á stovn í 2017, og eru tey nú fyrsta samband, sum skifta status frá menningarsambandi til sersamband, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Nevndin í Kurvabóltssambandi Føroya metti, at tíðin nú var búgvin til at søkja um limaskap sum sersamband í ÍSF, og hesum tóku bæði starvsnevndin og ein samdur aðalfundur undir við.

At skifta frá Menningarsambandi til Sersamband hevur ymsar fyrimunir við sær - serliga fíggjarligar.

Tey, sum stjórna kurvabóltinum í Føroyum, mettu, at kurvabólturin herheima hevði ment seg so nógv, sum til bar, innan karmarnar, sum menningarsambondini hava, og tí var næsta natúrliga stigið, at gerast sersamband, skrivar ÍSF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2021

74 Leygardagur 05. juni 2021

Ein góður maður er farin

Minningarorð um Petur Martin Rasmussen, prest og fyrrverandi lektara á Fróðskaparsetrinum

Petur Martin Rasmussen var mangan á fjørðinum við Mýrisnípuni, bátinum hjá pápa sínum (Foto: Privatmynd)
SkrivaÐ:

Jóan Pauli Joensen / setur.fo

Tann 29. mai andaðist Petur Martin Rasmussen, 89 ára gamal. Hann var, sum hann sjálvur plagdi at taka til, javngamal við russiska politikaran, Mikhail Gorbatjov.

Petur Martin var skálamaður, føddur 12. september 1931. Hann gjørdist cand. theol í 1960, og eftir tað starvaðist hann sum prestur og eina tíð eisini sum studentaskúlalærari.

Í 1976 varð farið undir at gera eina roynd við gudfrøðilestri á Fróðskaparsetrinum. Prestarnir, Petur Martin Rasmussen og Hans Jacob Joensen, vórðu settir at standa fyri hesi útbúgving, saman við øðrum tímaløntum lærarum. Í 1978 gjørdi Setursráðið av at seta fólk í fast starv. Byrjað varð við einum hálvum starvi. Hin helvtina skuldi tann, sum settur varð, undirvísa á Føroya Læraraskúla.

Lisbeth Michelsen var tann fyrsta, sum varð sett. Tá hon í 1983 fór til Danmarkar at arbeiða sum prestur, varð Petur Martin Rasmussen settur í starvið, sum árið eftir, í 1984, varð skipað sum eitt fulltíðarstarv á Setrinum.

Av praktiskum orsøkum varð í 1986 samtykt at leggja gudfrøði og søguvísindi saman í Søguvísindadeildina, sum - umframt søgu - eisini skuldi taka sær av undirvísing og gransking í kirkjusøgu og føroyskum trúarlívi.

Gudfrøðiútbúgvingin, sum byrjaði á setrinum í 1978, fevndi um tvey tey fyrstu árini av gudfrøðilestrinum. Avtala varð gjørd, so at tey lesandi kundu halda fram at lesa við universitetið í Íslandi og við donsk universitet.

Hetta var eitt ódnartak at fara undir við bert einum fólki í føstum starvi og annars tímalærarum. Aðrastaðni høvdu tey stór teologisk fakultet til tað sama. Fleiri av teimum studentum, sum lósu gudfrøði á Setrinum hesa tíðina, eru seinni vorðin prestar, millum teirra er núverandi biskupur.

Petur Martin var lektari á Setrinum til hann í 1991 tók við starvinum sum dómpróstur. Tá hann fór úr hesum starvi í 1996, fór hann til Tvøroyar at vera prestur, til hann fór frá við eftirløn í 2001.

Ta tíð, ið Petur Martin Rasmussen arbeiddi á Setrinum, fekk hann nógv av skafti bæði undirvísingarliga og granskingarliga.

Tað er honum fyri at takka, at Setrið fekk eitt gott og stórt gudfrøðiligt bókasavn, sum hevur verið til stóra nyttu.


Bæði áðrenn og aftaná, at hann kom á Setrið, er nógv skrivligt komið úr hondum Petur Martins Rasmussen. Tað bæði í føroyskari søgu og serliga føroyskari kirkjusøgu. Høvuðsverk hansara man vera doktararitgerðin, "Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk kirkesprog i national og partipolitisk belysning", sum hann vardi við teologiska fakultetið við Lunds universitet í 1987.

Talan er um eitt nágreiniligt og rúgvismikið verk, sum fekk sera gott skotsmál frá metingarnevndini.

Sum lektari í gudfrøði á Fróðskaparsetrinum kom Petur Martin Rasmussen eisini at vera nógv uppi í akademiskum virksemi á sínum fakliga øki, eitt nú sum andmælingur í sambandi við doktaraverju og við at luttaka í fakligum samstarvi við starvsfelagar uttanlands.

Slóðbrótarin Petur Martin var ein hugfarsligur starvsfelagi, sum tað var stuttligt at arbeiða saman við. Hann møtti altíð sera tíðliga í morgni, tí hann var morgunmaður burturav, og hevði avrikað tað mesta, sum hann ætlaði sær, áðrenn døgurða.

Hann var Setrinum ein góður maður tey árini, hann starvaðist har.

Um tað mundið, tá hann fekk starvið sum dómpróstur, vóru fíggjarligu umstøðurnar hjá Setrinum ikki tær bestu, og tað var so nógv annað, sum Setrið skuldi brúka játtanina til. Bíðað varð tí við at seta starvið aftur, og trongu umstøðurnar í síni heild í 1992 gjørdu, at setanin kom í drag. Tað var ikki fyrr enn í 2014, at starvið varð sett aftur, nú sum lektarastarv á Søgu- og samfelagsdeildini.

Umframt at granska og undirvísa í føroyskari kirkjusøgu og føroyskum kristiligum siðaarvi, so hoyrir tað eisini uppí, at læra og fyrireika ungar prestar til tað at vera prestur í føroysku luthersku fólkakirkjuni. Tráðurin til akademiska gudfrøðiliga virksemið á setrinum, sum Petur Partin slóðaði fyri fyri góðum 40 árum síðani, er knýttur saman aftur.

Æra verið minnið um gudfrøðingin Petur Martin Rasmussen, doktara.

Hann var Setrinum ein góður maður í mong ár, og hann var eitt gott fólk.

Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya / setur.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2021