Leygardagur 12. juni 2021 | Nr. 24 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 15
SíÐa 34
SíÐa 12
SíÐa 56
SíÐa 62
SíÐa 63
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Ríkisfundurin – árligi fundurin har stjórnarleiðararnir í Grønlandi, Føroyum og Danmark ittast fyri at tosa um mál av felags áhuga – hevur verið í vikuni. Mette Frederiksen var vertur hesaferð.
Tað er ikki altíð, at so nógv ítøkiligt kemur burtur úr hesum árligu fundunum, tí, sum skilst, er ikki altíð ein føst dagsskrá, og ítøkilig mál skulu ikki viðgerast og samtykkjast. Talan er meira um politiskt prát í breiðum týdningi.
Men hesaferð komu ítøkilig úrslit burturúr.
Tá tey trý, Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Múte B. Egede, komu út í tún uttan fyri Marienborg, nakað norðan fyri Keypmannahavn, har stjórnarleiðarin hevur eitt góðs at ráða yvir, vísti tað seg, at Danmark nú hevur lagt á annan bógv, hvat viðvíkur umboðanini í Arktiska ráðnum.
Mette Frederiksen kom út og segði, at “Danmark er ikki ein arktiskur statur – tað veit ein og hvør”. Hetta er jú heilt nýtt – hetta er viðurkenning av grønlendska ynskinum um størri sjálvræði við lít.
Nú skal tað vera Grønland, sum situr við borðendan, og hevur fyrsta orðið at siga í Arktiska ráðnum, segði Mette Frederiksen.
Føroyar skulu eisini fáa ein størri leiklut, ásannandi, at Føroyar helst eru meira arktiskar, enn Danmark er.
Um Føroyar eru ein natúrligur partur av Arktis, kann diskuterast. Tað eru nógvir fjórðingar frá okkum og norð til pólkringin, og enn longur upp til Íshavið, sum á altjóðamálið verður kallað Arktiska Havið. Men vit liggja í innsiglingini til Arktis, ja, og hava okkara rætt til at vera hoyrd í viðurskiftum, sum verða viðgjørd í Arktiska ráðnum.
Tí er tað ikki sørt undrunnarvekjandi, at Danmark nú stillar seg á aftasta pláss, tá tað ræður um at sleppa fram at borðinum í Arktiska ráðnum.
Men soleiðis er tað ikki í eygunum hjá føroyska tjóðveldisformanninum.
Høgni Hoydal, sum síðan lemjandi valósigurin fyri skjótt tveimum árum síðani, hevur tveitt klædningin burtur og ístaðin bert framtraðkar í morðreyðari troyggju ella koti, er eisini vorðin tilsvarandi morðreyður í sínum politiska retorikki, og alt meira farin at ljóða sum ekkó av røddum frá farnum hetjum.
Hann sær ikki, nei, vil ikki síggja, at Danmark hevur slakað, og veruliga leggur vekt aftan fyri síni orð um at uppraðfesta ríkisfelagsskapin. Nei, ríkisfundurinin er bara dukkusjónleikur, skrivar hann, og føroyski og grønlendski stjórnarleiðarin eru smádreingir í stuttum buksum og matrósaklæðum við sleikisneis í hond, ið bara siga ja og amen til tað, sum Mette kemur við.
Sjónarringurin hjá tjóðveldisleiðaranum tykist so snævur, at tað er líka mikið, hvat Danmark kemur við, so vil tað í eygunum hjá tjóðveldinum til eina og hvørja tíð vera ein táta.
Slíkur hugburður byggir ikki upp undir Tjóðveldi sum eitt alternativ til sitandi stýri, sum floksformaðurin annars leggur upp til at vera.
Heilsufakligu myndugleikarnir halda tó ikki, tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið. Tilmælini eru í stóran mun tey somu, sum tey vóru undan seinasta hósdegi, men heitt verður á fólk um at kanna seg áðrenn óvanligt samband
Í fráboðan hósdagin boðaði Løgmansskrivstovan frá, at landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur, eftir at samfelagið enn einaferð á ymsan hátt fór niður í ferð fyri viku síðani:
- Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Í hesari vikuni eru ellivu nýggir smittutilburðir staðfestir, og tamarhald tykist vera á smittuketunum.
Yvirskipað verður farið aftur til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan. Hetta merkir, at størri almenn og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Eisini verður mælt til, at ein kannar seg, áðrenn samband við fólk, ið ein vanliga verður saman við.
Boðað verður eisini frá, at ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum - tó undir skipaðum viðurskiftum. Hetta fer allarhelst at hava við sær, at kappróðurin byrjar leygardagin.
Tey seinastu boðini eru til náttarlívið, og tey eru ikki góð:
- Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Hann er fyrsta pisa, sum hevur gingið øll trý árini á Glasi
Mikudagin fekk Hákun Poulsen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum míðnámi á Glasi.
Hákun, sum hevur gingið í 18x, var uppi í ítrótti, og fekk hann ein góðan og væl uppibornan enda á trimum árum á Glasi, skrivar skúlin á heimasíðuni.
Hann er fyrsta pisa, sum hevur gingið øll trý árini á Glasi.
Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og annað, sum hevur merkt skúlagongdina, tók tó ikki nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Rebekka Jóhannusardóttir Olsen fekk húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi. Hon er tann fyrsta av 133 pisum á Dalinum í summar
Hósdagin bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd.
Tað var um tvey tíðina, at Rebekka Jóhannusardóttir Olsen fekk húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi.
Rebekka fær her húgvuna á høvdið (Mynd: kambsdalur.fo)
Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er fyrsta av 133 pisum á Dalinum floygd.
Hetta skrivar kambsdalur.fo, sum eisini upplýsir, at síðsta próvtøkan í ár er mikudagin 23. juni, og at pisufundur verður á Gøtusandi, sum siðvenja er, klokkan 17 sama dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Skilir ikki grundgevingarnar fyri at forða The Fairy Island Festival at vera við Leitisvatn. Har eru so nógvar aðrar dálkingarkeldur, ið dálka vatnið nógv meira, enn festivalurin hevði gjørt
- Vit eru sera takksom fyri, at mynduleikarnir í Tórshavn hava hjálpt okkum við at flyta festivalin innanfyri so stutta tíð.
Soleiðis sigur Bjørk Sjóðklett, stigtakari til elektroniska festivalin The Fairy Island Festival, sum eftir ætlan skuldi haldast á einum øki við Leitisvatn, men sum nú ístaðin verður í Norðradali.
Í tíðindaskrivi, sent til miðlarnar frá advokatskrivstovu í Havn, upplýsir hon, at hon nú fer at krevja Vága kommunu fyri missin, sum festivalurin hevur verið fyri, eftir at borgarstjórin í Vágum leyp frá avtaluni, sum festivalurin hevði gjørt við undanfarna býráð.
- Nýggja avgerðin hjá Vága kommunu, sum hevði sum undanførslu, at Leitisvatn skuldi verjast, gav als onga meining, tí vit vóru ongantíð ein hóttan í móti vatninum. Vit høvdu fyrireikað okkum ordiliga væl við staðsetingum, hegni og skeltum, umframt vaktum, skuldu syrgja fyri, at ongin og einki kom í vatnið, sigur Bjørk Sjóðklett í tíðindaskrivinum, sum heldur fram:
- Sum nú er, verður Leitisvatn annars konstant dálkað. Bátar sigla á vatninum, fólk svimja í vatninum, nógvir bilar koyra fram við vatninum við teirra osi, flogfør flúgva uppi yvir vatninum fleiri ferðir um dagin við teirra osi, og harumframt rennur kloakk úr húsum beinleiðis niður í vatnið.
- So tað er rættuliga eyðsæð, at hetta egentliga ikki snúði seg um Leitisvatn, men heldur um, at nýggi borgarstjórin í Vága Kommunu heldur vildi renna ørindi fyri einkultar persónar í kommununi – sum er nokk so synd fyri heildina”, sigur Bjørk í tíðindaskrivinum.
- Vit hava nú okkara fokus á, at fyrireika festivalin í Norðradali, í meðan okkara advokatur er í gongd við at fyrireika eitt endurgjaldskrav móti Vága kommunu, sigur Bjørk, sum samstundis eisini upplýsir, at hevur mist fitt av peningi orsaka av hesi avgerðini hjá Vága kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Nýggi festivalurin, sum upprunaliga skuldi vera í Vágum, verður í døgunum 2. til 4. juli
Nú er greitt, at elektroniski tónleikafestivalurin, sum upprunaliga skuldi vera við Leitisvatn, verður í Norðradali í døgunum 2. til 4. juli.
- Øll loyvir og samskipan við mynduleikar er upp á pláss, og alt gongur upp á stás, sigur ein ovurfegin Bjørk Sjóðklett, sum er ein av fyriskiparunum, í tíðindaskrivi.
Upprunaliga var ætlanin, at festivalurin skuldi vera við Leitisvatn í Vága kommunu, men so fekk kommunan aðrar tankar, saðlaði um og trekti loyvið aftur.
Hetta elvdi til nógv órógv fyri fyrireikararnar, og tað gjørdi ikki støðuna betur, tá Kringvarpið misskilti støðuna, og boðaði frá í tíðindunum, at festivalurin varð avlýstur. Men so er als ikki – tí festivaurin verður nú í vakra umhvørvinum í Norðradali í staðin. Har er enn vakrari, meira avsíðis og tættari við Havnina.
Øll loyvir og tað mesta av fyrireikingini í Norðradali er nú upp á pláss, so nú gleða øll seg bara til, at njóta hendan nýggja og annarleiðis festivalin, sum verður hildin dagarnar 2. til 4. juli.
Tónleikurin á The Fairy Island Festival verður elektroniskur, tað koma DJ’s úr øllum Evropa til Norðradals og skipa fyri tónleikinum. Eisini føroysk nøvn eru við, teirra millum Vár Samuelsen, Helgi, Hús, Andri, Antony C og Trygvi.
Spælt verður á tveimum pallum, sum báðir verða listskrýddir av altjóða listafólki, ið eru von við at prýða slíkar pallar á stórum festivalum uttanlands.
Fleiri upplýsingar eins og møguleiki at keypa atgongumerki eru á netsíðuni: thefairyislandfestival.com
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir í felagnum. Undantøk eru veitt til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu
Pedagogfelagið fer nú veruliga í verkfall. Felagið hevur lýst verkfall fyri allar sínar limir frá mánadegnum 14. juni.
- Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl í einum Excel-rokniarki, sigur Pedagogfelagið.
- Vit lýsa tí við verkfallið fyri alt námsfrøðiliga sáttmálaøkið. Hetta merkir, at allir limir felagsins frá mánadegnum at rokna, fara í verkfall. Hetta eru limir, sum m.a. starvast á kommunalum dagstovnum,
Undantøk eru veitt til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu, sigur felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Løgmaður hevur svarað spurningar um Samherja-málið
“Tá tað so verður staðfest, at FAS-skipanin er nýtt til gjalda hýrur til namibiskar fiskimenn, er tað ilt at koma til aðra niðurstøðu enn, at FAS-skipanin er misnýtt”.
Soleiðis sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi.
Tingkvinnan setti herfyri løgmanni nakrar spurningar um sokallaða Samherja-málið, eftir at tað kom fram, at stóra íslendska reiðaríið hevði toldið Taks 17 milliónir krónur aftur, sum felagið hevði fingið afturgoldið av órøttum.
Málið varð avdúkað í sjónvarpssendingini “Teir ómettiligu” í Kringvarpi Føroya.
Sambært svarinum til Sirið Stenberg, fer løgmaður ikki at gera meira við málið. Hann sigur, at sambært Fíggjarmálaráðnum, so arbeiðir Taks í løtuni við málinum, sum eisini er meldað til løgregluna. Løgmaður hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta.
Sirið Stenberg spurdi eisini løgmann, um hann kundi veita vissu fyri, at krøvini um útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni verða hildnar.
Í hesum sambandi nágreinar løgmaður íslendska ognarskapin í føroyska smápartafelagnum Framherji, sum er samstarvsfelagið hjá íslendska Samberja í Føroyum.
- Vørn hevur eftirlit við, at ognarviðurskiftini í feløgum, sum virka í fiskivinnuni í Føroyum, eru í samsvari við lóg um sjófeingi. Fyri at reka fiskiskap krevst, at eigarin av fiskifarinum er persónur ella felag, sum til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í grein 11. Greinin hevur fleiri ásetingar, harundir allýsing av hugtakinum “heimahoyrandi” og mørk fyri, hvussu stóran part útlendsk feløg kunnu eiga í føroyskum feløgum. Markið er 25 prosent fyri nýggj feløg.
- Tey feløg, sum høvdu rættindi at veiða, áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2020, hava tó loyvi til at hava 33 prosent útlendskan ognarskap... Spf. Framherji er millum hesi.
- Sambært teimum upplýsingum, sum Vørn hevur, lýkur Spf. Framherji treytirnar í lógini. Sambært eigarabókini eiga persónar heimahoyrandi í Føroyum 66,6 prosent og Spf. Framinvest 33,33 prosent av partapeninginum. Sambært eigarabókini hjá Spf. Framinvest eiga persónar heimahoyrandi í Føroyum 27 prosent og Semherji HF 73 prosent av partapeninginum. Hetta merkir, at Samherji HF eigur 24 prosent av partapeninginum í Spf. Framherja, og hetta er undir 33 prosent, sum er markið, skrivar løgmaður í svarinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Á fundunum millum leiðararnar í ríkisfelagsskapinum hósdagin varð avgjørt at seta eitt nýtt samstarvsráð á stovn, sum á hvørjum ári skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál, eisini vóru partarnir samdir um, at fyrst og fremst Grønland, men eisini Føroyar fáa ein sjónligari leiklut í Arktiska Ráðnum
Samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum skal styrkjast enn meira. Tað eru teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, og Bárður á Steig Nielsen samd um.
Á fundunum á Marienborg hósdagin varð avgjørt at seta eitt nýtt samstarvsráð á stovn, sum á hvørjum ári skal viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál. Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis. Umboðini í samstarvsráðnum verða ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Danska forsætisráðkvinnan, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður eru eisini á einum máli um, at fyrst og fremst Grønland, men eisini Føroyar fáa ein sjónligari leiklut í Arktiska Ráðnum.
– Ríkisfelagsskapurin er í løtuni í einari góðari legu. Vit tosa opið og beinleiðis um tær avbjóðingar, ið eru. Øll trý londini vilja finna loysnir, og tað er vegurin fram. Styrkin við ríkisfelagsskapinum hevur altíð verið, at hann hevur lagað seg til tíðina. Eg bæði vóni og vænti, at góða gongdin í løtuni heldur fram, tí vit standa sterkari saman enn hvør sær, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Føroyavitjanin hjá Margretu drotning verður í døgunum 14. - 19. juli, og í næstum verður kunngjørt, hvar í landinum hon fer at vitja
Síðst í apríl varð kunngjørt, at Føroyavitjanin hjá Margretu drotning fór at verða í juli, og nú er greitt, at drotningin vitjar í døgunum 14. til 19. juli.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður verður vertur fyri vitjanini, og í næstum verður kunngjørt, hvar í landinum Margreta drotning fer at vitja, skrivar Løgmansskrivstovan.
Seinast drotningin var í Føroyum var í 2016, og í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í fjør segði drotningin soleiðis:
- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hend síðani seinastu vitjan mína í 2016.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Stuðulin er tengdur at støddini av afturgongdini hjá fyritøkuni. Afturgongdin í umsetninginum skal vera í minsta lagi 40 prosent. Freistin at søkja er 1. juli.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálaráðnum, kunngjørdi mikudagin kunngerðina sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakka fýra.
Hetta er ein møguleiki, ið hevur verið eftirlýstir í eina tíð. Fyritøkurnar fáa endurgjald í mun til, hvussu stór afturgongdin hevur verið. Hetta er samambært lógini ið gevur heimild til at stuðla ferðavinnufyritøkunum.
Ein fyritøka skal havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40 prosent, fáa stuðul úr hjálparpakkanum.
Hevur afturgongdin verið millum 40 og 60 prosent er stuðulin 50 prosent av føstu útreiðslunum, og hevur afturgongdin verið millum 60 og 100 porsent, er stuðulin tríggir fjórðingar av føstu útreiðslunum.
- Sambært kunngerðini sum nú er lýst, kann stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin. Fyritøkan sum fær stuðul skal grundgeva fyri, at starvsfólkini, sum stuðulin verður latin fyri, eru neyðug fyri virksemið hjá fyritøkuni, verður boðað boðað frá í skrivinum hjá landstýrismanninum
Freistin at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4 er 1. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin eru nú farin undir eitt samstarv um at skipa eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Tað yvirskipaða málið við samstarvinum er at leingja um livialdurin og betra lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum
Novo Nordisk Grunnurin og Heilsumálaráðið hava góðkent eitt visjónsupprit, sum hevur til endamáls at styrkja átøkini innan diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum. Snúningsdepilin í átøkunum verður komandi diabetesmiðstøðin, sum fer at verða sett á stovn.
Í samstarvinum millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin verður dentur lagdur á at menna og styrkja viðgerðartilboð, tvørgeiraligt samstarv og gransking. Komandi diabetesmiðstøðin fer at hava ein týðandi leiklut til tess at fremja hetta í verki.
Verandi diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum fer at verða umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Centur Føroyar. Diabetesmiðstøðin verður partur av medisinska deplinum, á sama hátt sum diabetesambulatoriið longu er tað í dag. Eftir ætlan verður diabetesmiðstøðin tikin í nýtslu 1. januar 2023.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um samstarvið við Novo Nordisk Grunnin og ikki minst um, at diabetesmiðstøðin nú fer at verða veruleiki.
– Diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin eru stór framstig fyri tey, sum hava endokrinologiskar sjúkur, og serliga fyri teir mongu føroyingar, sum hava diabetes. Vit hava sum er eina góða og vælskipaða diabetesviðgerð, men við hesum samstarvinum fara vit at fáa nógv betri orku og møguleikar at styrkja og menna hetta enn meira.
Novo Nordisk Grunnurin leggur stóran dent á at stuðla gransking, og tá tað kemur til gransking innan heilsu- og læknavísund eru Føroyar nakað serstakt. Fólkatalið í Føroyum er avmarkað, og harafturat eru føroyingar væl skilgreinaðir bæði landafrøðiliga og arvafrøðiliga.
Umframt tann søguliga stuðulin til Steno Diabetes Center í Gentofte, er Novo Nordisk Grunnurin farin undir eitt samstarv við bæði tær fimm donsku regiónirnar og Grønland um diabetesmiðstøðir.
– Eg gleðist um, at tað nú verður gjørligt at uppbyggja eitt Steno Centur í Føroyum, so vit fáa tað best møguliga byrjanarstøði at viðgera og fyribyrgja diabetes og diabetestengdar sjúkur hjá fólki í øllum ríkisfelagsskapinum. Harafturat koma nakrir sera spennandi møguleikar fyri at stuðla gransking, sum tekur støði í føroyska fólkinum, og sum m.a. kann spæla saman við teimum góðu royndunum, Føroyar hava við Ílegusavninum og FarGen-verkætlanini, sigur Mads Krogsgaard Thomsen, stjóri Novo Nordisk Grunninum
Martin Ridderstråle, Senior Vice President í Novo Nordisk Grunninum, gleðir seg til at fara undir ítøkiliga arbeiðið við at seta diabetesmiðstøðina í verk.
– Tað er ein týdningarmikil merkisvarði, at báðir partar nú hava góðkent visjónina fyri einum Steno Diabetes Sentri í Føroyum. Vit gleða okkum til tað framhaldandi samstarvið, sum snýr seg um at ítøkiliggera innihaldið í diabetesmiðstøðini í samstarvi við viðkomandi partar.
Visjónsuppritið millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnin, nevnt Vision for styrket diabetes og anden endokrinologisk indsats på Færøerne. Etablering af Steno Diabetes Center Færøerne, kann lesast her.
Um Novo Nordisk Grunnin
Novo Nordisk Grunnurin er ein danskur vinnulívsgrunnur, sum hevur tvey høvuðsendamál: 1) at vera eitt haldgott grundarlag undir tí vinnuliga og granskingarliga virkseminum, sum verður rikið av vinnufeløgunum í Novo Bólkinum; og 2) at stuðla vísindaligum, humaniterum og sosialum endamálum.
Visiónin hjá Gunninum er at lata eitt munandi ískoyti til gransking og menning, sum betra lívið hjá fólki og burðardygdina í samfelagnum. Síðani 2010 hevur Grunnurin býtt út meira enn 30 milliardir krónur, fyrst og fremst til gransking innan almennar vitanarstovnar og sjúkrahús í Danmark og í hinum norðanlondunum og harafturat til viðgerð og at fyribyrgja diabetes. Les meira á www.novonordiskfonden.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Síðsta hósdag varð avtalan undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til innkomuvegin – verkætlanin verður mett at kosta 288 milliónir krónur, og ætlanin er at bjóða hana út beinanvegin
Seinasta hósdag, eftir drúgvar samráðingar, varð avtala um innkomuvegin til Havnar endiliga undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn, sonevnda innkomuvegin.
Trýstið á veganetið í Havn er vaksið og serliga týdningarmikið er at skipa innkomuna til Havnar soleiðis, at ferðslan glíður trygt, lætt og væl. Hetta verður nú gjørt við einum innkomuvegi við fleiri frákoyringum. Hetta fer ikki einans at lætta trýstið á Hvítanesvegin/Eystara Ringveg, men av tí at øll ferðslan til vesturbýin og ferðslan til eitt nú Gomlurætt fer omanfyri býin, lættir tað trýstið á allar trongarnar, ið nú eru, eitt nú í Óluvugøtu, á Sundsvegnum, rundkoyringini á Hálsi og á Villingardalsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í avtaluni verður m.a. sagt, at byrjað verður við at gera eina rundkoyring við fýra greinum, frákoyringum, oman fyri Sandvíkarhjalla. Hesum arbeiði stendur Tunnilsfelagið fyri í samráð við Tórshavnar kommunu og Landsverk.
Vegurin gongur frá rundkoyringini og yvir til eina rundkoyring við Villingardalsvegin og Sundsvegin. Herímillum eru fleiri íbindingar. Frá Villingardalsvegnum verður ein tunnil gjørdur til Hotel Føroyar.
Har, sum tunnilin kemur út, verður ein rundkoyring gjørd við fýra greinum, harav Tórshavnar kommuna fær tvær greinar. Frá einari grein verður ein vegur gjørdur oman til Dánjalstrøð við Marknagilsvegin.
Landið skal somuleiðis hava tvær greinar; tann eina greinin skal føra ferðsluna víðari til Oyggjarvegin, tann seinna greinin skal føra ferðsluna víðari til Sandoyarleiðina.
Alt vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkarhjalla og yvir til Marknagilsvegin verður kommunalur vegur. Ætlanin er at bjóða verkætlanina út beinanvegin. Hon er mett at kosta 288 mió. krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kommunan ber kostnaðin av verkætlanini við stuðli frá landinum, og stuðulin frá landinum verður tilsamans í mesta lagi 110 mió. krónur, sum ásett er í løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn. Stuðulin verður veittur yvir fimm ár.
Lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku og fyri býráðið á komandi býráðsfundi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Umhvørvisfelagsskapurin Veðurlagslóg Nú! hevur lagt boð inn, nú Skeljungur selur føroyska partin av oljufelagnum
Felagsskapurin, ið kallar seeg Veðurlagslóg Nú! hevur givið boð um at keypa orkufelagið Magn fyri eina krónu.
Freistin hjá áhugaðum keyparum at lata inn boð, er nú farin, og íslendska felagið hevur fingið eina hylling av, hvat føroyska partafelagið, ið hevur havt hundraðtals milliónir í avlopi á hvørjum ári, er vert.
Men sambært felagsskapinum Veðurlagslóg Nú, er felagið onki vert, tí oljuvinnan hevur onga framtíð.
Við at yvirtaka Magn ynskir Veðurlagslóg Nú at brúka ognarskapin til at seta ferð á orkuskiftið við at veita orku-alternativ so at oljusølan kann fara niður í einki.
- M.a. skulu skjótiløðistøðir setast upp og íløgur gerast í brint- og ammoniakktøkni, sum í alt størri mun verða brúkt sum orka í skipum og í vinnuvirksemi, skrivar felagsskapurin millum annað í kunningarskrivið um boðið til Skeljung.
Veðurlagslóg Nú! hevur virkað í eina tíð, og hevur arbeitt aktivistiskt eisini á politiska pallinum.
Eitt nú stillaði felagsskapurin upp tvey valevni tá val var til umboðsráðið hjá Betri-samtakinum. Endamálið hjá teimum báðum, Sjúrði Hammer, lívfrøðingi, og Gunnhild Dahl Niclasen, humanøkologi, var at fáa Betri til at hugsa meira grønt í sínum virksemi. Gunnhild Dahl Niclasen, sum tá sat sum forkvinna í aðalstýrinum fyri Tjóðveldi, varð vald inn. Hon er síðan farin frá sum forkvinna í Tjóðveldi.
Annars verða persónar ikki vanliga knýttir at fráboðanunum, sum koma frá Veðurlagslóg Nú!, og á Facebook-vanganum hjá felagsskapinum verður einki nevnt um, hvør stendur á odda fyri rørsluni.
Tá felagsskapurin varð kallaður inn til fundar í løgtingsins rættarnevnd í sambandi við eitt uppskot til samtyktar um at fáa eina veðurlagslóg, varð felagsskapurin umboðaður av Elsu Berg, sum eisini sigur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi.
Elsa Berg hevur onkuntíð eisini staðið sum fyrireikari av tiltaki hjá felagsskapinum saman við Jón Kregesteen og Ingemar V. á Løgmansbø.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Hóast turt var í veðrinum í mai, og vatnorkuframleiðslan var lægri, var kortini framgongd í grønu elorkuframleiðsluni í Suðuroy
Í mai var 36 prosent av elorkuframleiðsluni í Suðuroy grøn, skrivar SEV á heimasíðuni.
Hóast turt var í veðrinum í farna mánað og vatnorkuframleiðslan tískil var 26 prosent lægri enn somu tíð í fjør, so var framgongd kortini í grønu elorkuframleiðsluni í Suðuroy.
Stóri munurin er sjálvsagt, at eingin vindorkuframleiðsla var í Suðuroynni í mai í fjør, men harafturat var eisini framgongd í sólorkuframleiðsluni, skrivar elfelagið.
Í mai vórðu tilsamand 2,4 GWt av elorku framleiddir í Suðuroynni. Av hesum vórðu góð 64 prosent framleidd við olju, góð 32 prosent við vindorku, meðan vatnorkuframleiðslan og sólorkuframleiðslan stóðu fyri ávikavíst góðum trimum og smáum tveimum prosentum.
Besti dagurin til sólorkuframleiðslu var 22. mai, tá góðir 1500 kWt komu burturúr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Útflutningurin av fiskavørum minkaði í flestøllum vørubólkum í tíðarskeiðnum apríl 2020 til mars 2021
Í tíðarskeiðnum apríl 2020 til mars 2021 minkaði útflutningurin av fiskavørum 1,4 milliardir krónur samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.
Talan er um eina minking í flestøllum vørubólkum, skrivar Hagstovan.
Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva milliard krónur – ein minking á 13 prosent. Nøgdin var tó áleið tann sama.
Eisini var minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 milliónir krónur, ella 28 prosent. Í nøgd er minkingin 15 prosent.
Útflutningurin av toski er eisini minkaður næstan 400 milliónir krónur, ið svarar til eina minking á 33 prosent. Í nøgd er talan um eina minking á 34 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Sethúsaprísirnir eru øktir meira enn inntøkurnar í 2020. Høgu sethúsaprísirnir koma fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið
Veksa sethúsaprísirnir í fleiri ár á rað skjótari enn inntøkurnar, kann tað vera tekin um ovurbjartskygni hjá húsarhaldunum. Realu sethúsaprísirnir øktust við 5,6 prosentum í 2020 í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan hjá húsarhaldunum er mett at vera økt við 2 prosent sama árið. Sethúsaprísirnir eru sostatt øktir meira enn inntøkurnar í 2020, eins og teir hava síðani 2016, tó undantikið í 2018.
Høga prísstøðið á sethúsamarknaðinum kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið, millum annað orsakað av stóru nettotilflytingini seinastu árini. Harafturat er lága rentan ein av orsøkunum til høga prísstøðið, tí lágu renturnar gera tað lutfalsliga bíligt at gjalda rentur og avdráttir av eini stórari skuld.
Er skuldin stór, er tó umráðandi, at goldið verður niður uppá skuldina fyri at minka um váðan, og at einstaka húsarhaldið hevur nóg mikið av fíggjarligum rásarúmið til at kunna klára eina møguliga rentuhækking.
Burturav samlaðu sethúsalánunum hjá føroysku húsarhaldunum, eru 1/3 donsk realkredittlán og restin vanlig sethúsalán úr føroysku bankunum. Vanligu sethúsalánini hjá føroysku bankunum hava broytiliga rentu, og hóast møguleiki er fyri at fáa skáa, verður hetta ikki nýtt í stóran mun av føroysku húsarhaldunum.
Tøl hjá Landsbankanum vísa harafturat, at tey, sum hava realkredittlán, í størri mun eru farin at velja realkredittlán við avdráttum og fastari rentu, enn áður. Lán við fastari rentu og við avdráttum ger einstaka húsarhaldið meira mótstøðuført, skuldi rentan hækka ella búskaparliga gongdin vent, og tað er jaligt fyri fíggjarliga støðufestið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur umrøtt málið um náttúruverndarlóg við samgonguumboð í rættarnevndini, og hevur hann tillagað uppskotið, sum varð lagt fram í farna valskeiði
Náttúrumargfeldislógin (ella Náttúruverndarlógin, sum hon nú fer at eita) verður løgd fyri løgtingið eftir ólavsøku. Tað upplýsir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvismálum í tíðindaskrivi.
Talan hevur verið um ein tungan burð sum byrjaði við, at uppskot um náttúrumargfeldi varð lagt fyri løgtingið í farna valskeiði.
– Tað uppskotið fekk kaldliga móttøku í løgtinginum, og kom ikki út aftur úr rættarnevndini. Ikki minst millum núverandi samgonguflokkar vóru nógvar atfinningar móti pørtum av uppskotinum, tó at breið semja var um, at Føroyar skulu hava eina náttúruverndarlóg. Tí hevur tað verið ein stór uppgáva hjá núverandi landsstýri at tillaga uppskotið, soleiðis at tað hevur politiska undirtøku, sigur Helgi Abrahamsen.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur umrøtt málið um náttúruverndarlóg á fundi við samgonguumboðini í rættarnevndini. Á fundinum varð greitt frá upprunaskotinum og hvørjar møguligar tillagingar kundu gerast.
Samgonguumboðini hava millum annað ført fram, at tey hildu upprunauppskotið vera í so víðfevnt, at lóggávuhátturin í støðum tyktist fremmandur, at málið var heldur torskilt, og at ov nógvar óítøkiligar ásetingar vóru í uppskotinum. Landsstýrismaðurin hevur síðani tillagað uppskotið samsvarandi hesum.
Lógin um náttúruvernd kemur í staðin fyri stóran part av galdandi náttúrufriðingarlóg, sum er frá 1970.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av hjarta- og æðrasjúkum og av krabbameini, men tá hugt verður at øðrum deyðsorsøkum er meira javnt millum kynini
Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum enn fyri tjúgu árum síðani. Tað vísir uppgerð frá Hagstovuni.
Fyri 15-20 árum síðani var talið hjá mannfólki um 80-90 árliga og er nú komið niður á stívliga 50 árliga. Hjá konufólki var talið millum 70-85 árliga og er nú komið niður um 40.
Í 1999 doyðu 82 mannfólk og 74 konufólk av hjarta- og æðrasjúkum, men í 2019 var talið ávikavíst 53 og 38.
Hinvegin var ikki nøkur stór broyting at síggja, tá hugt var eftir, hvussu nógv doyðu av krabbameini.
Í 1999 doyðu 60 mannfólk og 55 konufólk av krabbameini, og í 2019 var talið ávikavíst 60 og 42.
Sostatt sæst, at munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum, men tá hugt verður at øðrum deyðsorsøkum er meira javnt millum kynini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Smiðurin Vøgg Debes hevur steðið fyri arbeiðinum
Møguleikarnir at ganga fram við fjørðuni millum Oyndarfjørð og Hellurnar eru munandi batnaðar hesi seinastu árini.
Eitt nú oyndfirðinginum, Justinus Eidesgaard, búsitandi á Hellunum fyri at takka. Hann hevur hesi seinastu árini arbeitt við at fáa bøtt um møguleikan at ganga eftir gomlu gøtuni millum bygdirnar.
Seinasta er, at brúgvin um Laksá innast í Oyndarfirði er vorðin uppstigað, so at sterkt og snotiligt raðhald aftur er komið á brúnna.
Jústinus skrivar soleiðis á Facebook:
“Seinastu 10 árini havi eg í mínum stilla sinni arbeitt við eini verkætlan, har endamálið hevur verið at uppstiga ella uppgradera gongufarleiðina millum Oyndarfjørð og Hellurnar, soleiðis at vitjandi lættliga kunnu njóta hetta náttúruvakra stað.
Alifyritøkan Mowi hevur allatíðina verið høvuðsstuðulin, og hevur fíggjað og verið samstarvssinnað.
Í summar hevur tann hegnigi smiðurin Vøgg Debes gjørt rekkverkið á gomlu brúnni um Laksá av nýggjum. Tað var somikið tært nú, at tað ikki kundi gerast aftur. Vøgg er ein ordiligur smiður, og hálvar loysnir liggja ikki til hann. Uppstandi á brúnni var upprunaliga fýrakantað stál, evnað til í smiðjuni í Billustovu í Oyndarfirði.
Hóast Vøgg hevur verið við til at gjørt nógv rekkverk í eldinum í smiðjuni, hevur hann ikki fyrr roynt at gera hetta úr fýrakantaðum stáli, ikki fyrr enn brúgvin um Laksá stóð fyri tørnið, og seinasta fríggjadag kom rekkverkið upp.
Tað var beinanvegin roynt av starvsfólkunum á Vest Pack úr Vestmanna, sum á starvsfólkaútferð gingu úr Elduvík og út á Hellurnar, har tey ótu døgurða í rekaviðshúsunum.”
Jústinus skrivar eisini, at ætlanin er, at sjálv brúgvin skal styrkjast við einum jarndragara.
Uppstigingin av hesum økinum byrjaði, tá IRF gavst at tyrva í Oyndarfirði. Í sambandi við at tyrvingarøkið varð fingið í rættlag aftur, varð eisini borið so í bandið, at sandur varð pumpaður í fjørðuna fyri at endurskapa sandstrondina, sum einaferð var. Alifyritøkan Mowi stóð fyri hesum.
Eisini er góð gøta gjørd av vegnum oman á sandin. Henda gøtan verður gjørd liðug í summar.
- Nú manglar bara portrið uppi við landsvegin, skeltir við allar gøtuendarnar og at smíða eina brúgv um Spreingisá á Hellunum, og útlit eru fyri, at hetta arbeiðið verður liðugt í summar, skrivar Justinus Eidesgaard.
Starvsfólk hjá Vest Pack vóru tey fyrstu at royna nýggja raðhaldið (Mynd: Justinus Eidesgaard)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Í gjár fór SAS at flúgva upp á Føroyar tríggjar dagar um vikuna. Frá 28. juni verður flogið seks ferðir um vikuna
Í gjár, fríggjadagin, byrjaði flogfelagið SAS aftur at flúgva á rutuni millum Kastrup og Vága Floghavn.
Í juni verður flogið tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, fríggjadag og sunnudag, men frá 28. juni verður flogið seks dagar í vikuni. Allar dagar uttan leygardag, sæst á bíleggingarskipanini hjá SAS.
Tað var í oktober í fjør, at SAS gavst at flúgva til Føroya. Talið á ferðafólkum minkaði, og ferðafólk skuldu sjálvi eisini rinda fyri koronukanningarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Nýggjasta tænastuskipið hjá Bakkafrost verður væntandi klárt hálvan august
Sum liður í íløguætlanini fyri skotska alivirksemið keypti Bakkafrost í apríl veitingarskipið Bakkanes úr Noregi. Skipið skal umbyggjast til tænastuskip, og nú er greitt, at tað verður skipasmiðjan MEST, sum skal gera skipið klárt til at virka í alivinnuni.
- Vit fegnast um, at tilgongdin at umbyggja Bakkanes nú kann fara av bakkastokki, og vit síggja fram til gott samstarv við MEST. Arbeiðið at umbyggja skipið til tænastuskip varð boðið út til 10 skipasmiðjur í Noregi, Danmark, Hollandi, Pólandi, Skotlandi og í Føroyum. Vit hava havt góðar royndir við MEST, sum eisini umbygdi tænastuskipið Róland og júst nú setur somu viðgerðartól í tænastuskipið Martin, sum Bakkanes eisini skal hava. Vit líta tískil á, at MEST fer at megna uppgávuna til fulnar, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.
Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til tænastuskip er rúgvusmikið, og fevnir millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra kranum og trossaspølum umframt íseting av nýggju FLS lúsaviðgerðarskipanini og tilhoyrandi A-rammu til handfaring av slangum.
Manning frá Bakkafrost fer nú til Noregs at sigla skipið til Føroya, og síðani verður farið undir umbyggingararbeiðið beinanvegin. Skipið verður væntandi liðugt umbygt hálvan august og fer síðani beinanvegin í tænastu í Skotlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
A-ramman, sum MEST hevur sniðgivið og framleitt verður brúkt til at stýra slangunum, ið koyra laksin út aftur í aliringin - Bakkanes verður næsta skipið, ið fær slíka skipan ísetta
Seinastu vikurnar hevur MEST staðið fyri størri umbygging á dekkinum á tænastuskipinum hjá Bakkafrost, MS Martin. Í fyrstu atløgu er avlúsingarskipanin blivin útskift við eina nýggja av merkinum FLS, sum er ein av teimum mest framkomnu avlúsingar skipanum í heiminum. Talan er um eina skipan, sum fer serliga væl við laksinum.
Harumframt hevur MEST sniðgivið og framleitt eina sokallaða A-Rammu, sum skal brúkast til at stýra slangunum, ið koyra laksin út aftur í aliringin. A-Ramman er umleið 12 metrar høg og 8,5 metrar breið og ment av MEST júst í mun til tørvin hjá Bakkafrost.
Sjálv A-Ramman er ísett og væntast endaliga arbeiði at verða liðugt í vikuni. Sum nakað serligt hevur MEST eisini ísett eina gangibrúgv á A-Rammuna – so at starvsfólk ómakaleyst kunnu koma so tætt at aliringunum sum møguligt.
Sum tað sæst á myndunum er talan um eina umfatandi verkætlan.
Í gongd við Bakkanes í juli
Líknandi avlúsingarskipan og A-ramma skal eisini setast í tað fjórða avlúsingarskipið hjá Bakkafrost, Bakkanes, sum skal virka á alibrúkunum hjá Bakkafrost í Skotlandi.
Tað er júst kunngjørt, at MEST skal gera umfatandi arbeiðið at umbyggja Bakkanes til avlúsingarskip.
Talan er um at umbyggja eitt supply skip (PSV) til avlúsingarskip (FFUV). Ymiskar tillagingar skulu gerast – eitt nú skal dekkið reinsast fyri timbur og stál, og gerast klárt til at seta eina FLS – avlúsingarskipan á dekkið, eins og nýggj MEST A-Ramma skal framleiðast og ísetast. Fýra Melcal dekskranar, spøl og spælkoppar verða settir í umframt at nógv hydraulikk arbeiði skal gerast.
Ávísar broytingar og tillagingar skulu eisini gerast í manningarrúminum og á brúnni.
- Hetta hevur verið ein umfatandi verkætlan, sum er eydnast sera væl. Vit gleða okkum nú um at fáa møguleikan at fremja eina líknandi verkætlan fyri Bakkafrost longu í juli, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
(Myndir: MEST)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Fóðurflakin Árnaberg verður fluttur til Sands seinni í mánaðinum
Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til landið. Talan er um ein fóðurflaka, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá MOWI á staðnum. Tað er JT electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og ment tøknina umborð.
- Vit fegnast um møguleikan at gera hendan fóðurflakan til MOWI, sigur Suni Justinussen. Hóast korona-støðan í heiminum hevur havt stórar avbjóðingar við sær, so kláraðu vit at byggjan flakan uppá rekord-skjóta tíð og levera hann til tíðina, stjóri á JT electric.
Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsir. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali. Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.
- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá einum føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi í Føroyum. Umframt fóðurflakan hevur JT electric leverað kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum.
Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð. Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so at øll streymveiting kemur frá landi, og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. Harafturat eru blásararnir til fóðurskipanina umborð settir inn í ljóðdoyvandi kabinett.
Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna. Eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið seinni í mánaðinum.
Tíðindaskriv frá JT electric
Frá vinstru Árni Hoydal Thomassen, tekniskur leiðari hjá MOWI, Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, og Jógvan Egholm, aliformaður í Sandsvág
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Magnus Heinason er til sølu, og áhugin er til staðar. Fólk eru komin til Føroya at hyggja eftir gamla havrannsóknarskipinum
Gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason varð lagt í mars, og síðani í mai hevur skipið verið á sølulista.
Og áhugi er fyri skipinum, sum er bygt í Noreg í 1978. Tað upplýsir meklarin Álvur Mortensen, stjóri á Maretec.
Hann fær ikki sagt nakað ítøkiligt, men sigur, at áhugi er bæði í Føroyum, men eisini aðrastaðni í Evropa og í Afrika. Fólk í Føroyum og fólk aðrastaðni frá hava verið og hugt eftir havrannsóknarskipinum, sum liggur í Vestmanna.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Magnus Heinason er bygdur í 1978, 44,5 metrar til longdar og 9,52 metrar breiður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Frá 1. juli kunnu persónar við einum føroyskum koyrikorti í Svøríki býta sítt føroyska koyrikort um við eitt svenskt
Fyrr í ár boðaði Fíggjarmálaráðið frá, at føroyingar í Svøríki sluppu undan at søkja um svenskt koyrikort og kundu halda fram at brúka føroyska koyrikortið, men skjótt fer at bera til at býta føroyska koyrikortið um við eitt svenskt, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni.
Svensku myndugleikarnir boða nevniliga frá, at frá 1. juli 2021 kunnu persónar við føroyskum koyrikorti í Svøríki býta sítt føroyska koyrikort um við eitt svenskt koyrikort.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at eftir at Føroyar í nógv ár hava trýst á sviar, fyri at føroyingar í Svøríki skulu sleppa at umbýta sítt føroyska koyrikort við eitt svenskt koyrikort uttan eina koyriroynd, hava svensku myndugleikarnir nú gjørt av at loyva hesum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Fiskasjúkan IHN er staðfest í Danmark og Finnlandi, og tí er neyðugt við fyrivarni, so smittan ikki verður borin til Føroyar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Heitt verður á øll, sum koma til Føroya at fiska, um at vaska og sóttreinsa tráður og annan reiðskap, áðrenn komið verður inn í landið. Orsøkin er, at fiskasjúkin Infectious Hematopoietic Necrosis (IHN) herfyri varð staðfest fleiri staðni í Danmark og Finnlandi, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Sjúkan er ikki staðfest í Danmark áður, og hevur mann í Danmark nú sett avmarkandi geirar um allar áir, sum hava beinleiðis samband við tey alibrúkini, sum eru smittað. Umframt tað eru gjørdar serstakar reglur fyri stuttleikafiskarar har um leiðir.
IHN er ein ógviliga álvarsom virussjúka, sum fyrst og fremst smittar laksasløg. Millum teirra eru síl og atlantiskur laksur árínilig.
Sjúkan er ongantíð staðfest í Føroyum, men av tí at laksur verður aldur í Føroyum, og vill síl eru í Føroyum, er neyðugt við fyrivarni, so at smittan ikki verður borin til Føroyar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit í sambandi við, at livandi fiskur og rogn verða innflutt til Føroya. Í løtuni er eingin innflutningur av sílum og/ella sílarognum, og tí skuldi eingin vandi verið fyri, at smitta verður borin inn á okkum. Tann størsti vandin fyri, at smittan verður borin til Føroya, er tí reiðskapur, sum lættliga kann verða fluttur millum lond, m.a. tráður, gummistivlar o.tíl. Verða tráður og annar reiðskapur vaskað og sóttreinsað, áðrenn ferðafólk koma til Føroya at fiska, ber til at forða fyri, at smittan kemur til Føroya, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Ternur farnar at bøla á skerinum mitt í havnini
Týsdagin gav borgarstjórin í høvuðsstaðnum boð um at sperra Skinnarasker av fyri fólki. Orsøkin er at ternurnar eru farnar at reiðrast á Skinnaraskeri, og so leingi tær gera tað, verður forboð at ganga út á skerið, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Skerið er nú sperrað av, og boð eru sett upp um, at bannað er at ganga út á skerið, so leingi sum ternurnar reiðrast.
Á skeltinum stendur: “Ternan reiðrast, latið fuglin fáa frið” á føroyskum og enskum.
(Mynd: Birdingfaroes)
Fakta um ternu
Ternu dámar best nær sjónum. Á lágum nesum og á hólmum á sjógvi ella á vøtnum kann hon eiga óføra tætt, so at hann, ið har gongur, má ansa sær, ikki at traðka í okkurt reiðrið.
Ternan vil verja avkom sítt. Við harðari ferð skjýtur hon seg niður, so hann má veittra hondina upp ímóti, um hann ikki skal fáa nevsoddin í skallan. Kemur rovfuglur at, flykkjast tær tættar uttanum og reka hann harðliga burtur.
Eggini eru 2, hendir seg 3. Eftir hálvatriðju viku kemur út, og nú flúgva tær gomlu javnan til og frá berandi æti í nevinum. Kavað eftir tí fáa tær ikki, uttan tær stoyta sær høgt úr lofti niður í sjógv. Hjá reiðrunum liggja ofta lítlir ternumurtar — stundum lundasild, hendir seg onkur lítil tarabrosma. (Snar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Í apíl varð nýggja koblingarstøðin við Fossáverkið í Vestmanna tikin í nýtslu, og samstundis var gamla koblingarstøðin á Válinum endaliga sløkt
Nýggja koblingarstøðin er størri enn tann gamla, fyri at kunna nøkta ein størri eftirspurning eftir elorku.
Støðin er eisini útgjørd við tøkni og útgerð, sum tørvur er á, nú alt fleiri linjur eru og verða lagdar um til kaðal, umframt at nýggir kaðlar verða lagdir.
Nýggja støðin er innrættað øðrvísi enn gamla. Fyri at minka um tørvin á viðlíkahaldi og vandan fyri feilum orsakað av veðrinum, er tann stóra 60kV útgerðin, t.e. 60/20 kV transformarar, 60 kV shuntreaktor og 60kV sløkkispoli uppsett innandura. Á gomlu støðini á Válinum stóðu transformararnir uttandura.
Koblingarstøðin í Vestmanna tekur ímóti streyminum frá Fossáverkinum, Mýraverkinum, Heygaverkinum og vindmyllunum hjá Røkt, og leiðir hendan streymin víðari út á netið, umframt at hon veitir streym til Vágoynna og Norðstreymoy.
Gamla koblingarstøðin hevur nógv ár á baki og hevur tænt fyri seg. Bygningurin verður nú ætlandi karmur um annað virksemi hjá SEV.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Ferðavinnufyritøkur í Grønlandi ávara ímóti at ríva havnina niður
Ferðavinnufyritøkur í Grønlandi ávara ímóti at ríva Føroyingahavnina niður. Havnin er eitt vælumtókt ferðamál, sum gevur ferðafólkum møguleika at síggja ein part av fortíðini, siga tey.
Í dag er einsamalli huldubýurin eitt vælumtókt ferðamál, men bygningarnir eru í ringum standi, og tí verður sóknast eftir einari ætlan fyri økið.
Í staðin fyri at ríva havnina niður, skjóta ferðavinnufyritøkur upp at gera nakrar varligar ábøtur, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Føroyingahavnin liggur umleið 50 km sunnan fyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021
Nú er rætta løtan at gevast, heldur hann – nýggi stjórin verður Olivier Gremillon, sum hevur verið knýttur at Booking.com og Airbnb
Hoyvíkingurin Heini Zachariassen gevst nú sum stjóri í Vivino. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. Finans.dk.
Heini Zachariassen er ein av stovnarunum av vælumtóktu vínappini, og er hetta ikki fyrstu ferð, at hann gevst sum stjóri.
Í 2018 fór hann eisini frá sum stjóri við grundgevingini at har vóru onnur sum vóru betri egnaði til at menna fyritøkuna víðari. Síðani yvirtók amerikanarin Chris Tsakalakis stjórasessin, men hálvtannað ár seinni var Heini aftur sum stjóri.
Heini Zachariassen heldur, at nú er rætta løtan at gevast.
– Tá brúkarar gjøgnum seinastu árini eru byrjað at keypa meira og meira vín á netinum, kenst tað rætt at finna ein nýggjan leiðara við teimum røttu førleikunum og royndunum til at fáa fyritøkuna upp á næsta støðið, sigur hann.
Nýggjur stjóri verður Olivier Gremillon, sum hevur verið knýttur at Booking.com og Airbnb. Hann tekur við sum stjóri 26. juli.
Vivino var stovnað á Amager í 2010 av Heina Zachariassen og Theis Søndergaard. Í dag hevur fyritøkan høvuðssæti í amerikanska býnum San Francisco. Vivino hevur í løtuni 51,6 milliónir brúkarar, og eitt vínyvirlit við yvir 13 milliónum sløgum av víni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Tað er ógreitt, hvussu koronutilmælini vera síðst í juli, men kommunan og ítróttarráðið hava funnið ein leist. Millum annað er greitt, at tivoli ikki verður á Skálatrøð, og at Tórsfest verður av ongum. Onnur tiltøk koma ístaðin
- Tað er framvegis ógreitt, hvussu koronulimælini fara at ljóða um ólavsøkumundið. Tó er vist, at ólavsøkan verður, og at hon má fyrireikast.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Kommunan hevur saman við Tóshavnara Ítróttarráðið gjørt avtalu um ein leist fyri ólavsøkuna 2021. Tað eru framvegis fleiri viðurskifti, ið eru ógreið, men á torshavn.fo verður millum annað avdúkað, at einki stórt tivoli verður á Skálatrøð í ár, og leisturin verður á leið sum hann var í fjør.
- Ístaðin fáa Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Somuleiðis er ætlanin, at verandi matstovur og skeinkistøð skulu sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt. Soleiðis varð eisini gjørt í fjør. Tískil verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.
Tórsfest, konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin áðrenn ólavsøku, er avlýst. Tórspallur, ið plagar at standa framman fyri ráðhúsið, verður ikki settur upp í ár. Ístaðin er ætlanin at skipa fyri smærri framførslum og undirhaldi fyri børnum runt um í miðbýnum.
- Vit eygleiða gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at tillaga og møguliga avlýsa partar av ólavsøkuni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Hetta er aðru ferð, at Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til hesa virðislønina
Eivør Pálsdóttir er millum teir 13 norðurlendsku tónleikararnar, sum kunnu vinna Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.
Norðurlandaráðið kunngjørdi týsdagin tey tilnevndu tónlistafólkini, og fyri aðru ferð, er Eivør Pálsdóttir í uppskoti. Eivør var eisini í uppskoti til virðislønina í 2013.
Hini 12 tónlistafólkini, sum eru í uppskoti eru:
Danmark: Jakob Kullberg og Theatre of Voices
Finnland: Anu Komsi og Verneri Pohjola
Grønland: Gerth W. Lybert
Ísland: Þorgerður Ingólfsdóttir og Víkingur Ólafsson
Noreg: Stian Carstensen og Lise Davidsen
Svøríki: Studio Barnhus og Lena Willemark
Áland: Peter Hägerstrand
Í grundgevingini at tilnevna Eivør Pálsdóttir verður millum annað sagt, at Eivør hevur skapt sær eitt altjóða sum eitt leiðandi tónlistafólk við eini hugtakandi breidd í rødd og framburði við djúpum røtrum í siðbundna føroyska tónleikinum.
Við síni stóru rødd og sterku pallframførslu megnar Eivør at trøllabinda áhoyrarin, hvar tað so er. Umframt ríku gávurnar sum sangari, er Eivør eisini dugnaligur lagasmiður og framleiðari.
Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er 300.000 danskar krónur, og vinnarin verður avdúkaður 2. november í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum.
Henda virðislønin er latin síðan 1965. Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá einum núlivandi tónaskaldi, og annað hvørt ár - sum í ár - verður hon latin einum útinnandi tónlistafólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Ber ikki til at koma við núverandi sóttarhaldsreglum
Korona-støðan ávirkar nú eisini fyrireikingarnar av G! festivalinum í Gøtu. Festivalurin boðaði mánadagin frá, at broytingar verða gjørdar, tí fýra nøvn ikki kunnu koma. Talan er um José González, Asaf Avidan, Busy P. og MYD.
G! Festivalurin skrivar soleiðis í fráboðan á sosialu miðlunum:
“Ótryggleikin rundan um ferðing og núverandi korona støða hevur havt við sær, at vit hava verið noydd at gera nakrar broytingar á G! skránni. José González, Asaf Avidan, Busy P, og MYD hava tíverri verið noyddir at avlýsa, men vit arbeiða við at flyta teir til 2022 skránna. Við núverandi sóttarhaldsreglum ber tað ikki til hjá teimum at koma til Føroyar og samstundis at halda aðrar bindandi avtalur.
Vit hava tó arbeitt hart við at fáa eina fullgjørda G! skrá. Og tó at tað enn kunnu henda broytingar, sum eru uttan fyri okkara vald, so vóna vit, at tað ringasta er av, og at støðan nú bara broytist til tað betra, nú vit nærkast festivalinum.”
G! festivalurin verður 15. til 17. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Túsundtals nýggir oljubrunnar og hundraðtals nýggjar oljuútbyggingar skulu til, um altjóða eftirspurningurin eftir olju skal nøktast, eisini sjálvt um hann minkar nógv miðskeiðis í øldini
Hetta sigur norska greinarafyritøkan Rystad Energy, skrivar Offshore Engeneer, sambært Reuters. Niðurstøðan er als ikki í tráð við seinastu frágreiðingina hjá altjóða orkustovninum IEA, sum í farna mánað gjørdi greitt, at íleggjarar mugu heilt gevast við at fíggja olju- gass- og kolaverkætlanir kring heimin fyri at kunna røkka net-null útláti miðskeiðis í hesi øldini.
Sambært IEA fer eftirspurningurin eftir olju at lækka til 24 mió. tunnur um dagin í 2050, meðan Rystad sigur, at eftirspurningurin fer at minka til 36 mió. tunnur um dagin til somu tíð.
Rystad sigur víðari, at sjálvt um framleiðslan frá oljubrunnum minkar við í meðal 20 prosent um árið, so verður altjóða oljuídnaðurin framvegis noyddur til at bora túsundtals av nýggjum brunnum á verandi keldum eins og haraftrat at menna 900 nýggj oljufelt við tilsamans 150 mia. tunnum av olju. Flestu av hesum verkætlanum liggja tó á verandi framleiðsluøkjum við infrastrukturi og krevja tí avmarkaðar íløgur.
Rystad heldur eisini, at IEA hevur yvirmett ávirkanina frá vøkstrinum av bioorku.
Sjálvt um eftirspurningurin verður 36 mió. tunnur um dagin í 2050, so metir Rystad, at tað verður møguligt at røkka hitamálinum uppá 1,5 stig. Sambært Reuters so fara metingarnar hjá Rystad at fella í góða jørð hjá oljufeløgum og oljuframleiðandi londum, so sum Norra, sum longu hava sett spurnartekin við tølini hjá IEA, ið tey siga, eru við til at undirgrava oljuframleiðsluna øll tey komandi árini.
Opec sigur í eini viðmerking, at ein minkandi framleiðsla fer at hava stóra ávirkan á oljuprísin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Frá mánadegnum verður bert sett krav um munnbind til fólk, ið standa stúvað saman í tokum og bussum
Frá mánadegnum verður ikki longur krav um at bera munnbind í Danmark. Einasta undantakið er, tá fólk standa trokað saman í bussum og tokum.
Hetta upplýsir danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, á tíðindafundi hósmorgunin.
Drúgvar samráðingar hava verið millum politisku flokkarnar um nýggju tilmælini í Danmark, og úrslitið er ein umfatandi uppafturlating av samfelagnum.
Eitt nú verður bert sett krav um munnbind, tá fólk standa uppi tætt saman í kollektivu ferðsluni.
Frá 1. september detta øll krøv um munnbind burtur, framgongur í avtaluni, sum politisku flokkarnir hava gjørt.
Undir allari koronakreppuni hevur spurnartekn verið sett um virknaðin av at bera munnbind. Eitt nú segði stjórin fyri danska heilsustýrið, Søren Brostrøm, í apríl í fjør, at tað ikki vóru nóg góð prógv fyri, at munnbind hava nakran virknað.
Í juli segði hann eisini, at tað ikki gav nakra meining at seta krav um at bera munnbind.
Men í august varð kósin skift, tá myndugleikarnir settu krav til øll um at bera munnbind í kollektivu samferðsluni.
Í oktober vórðu reglurnar herdar, so munnbind eisini gjørdist eitt krav, eitt nú í handlum og matstovum. Hesi krøv eru framvegis galdandi, men verða tikin av frá mánadegnum at rokna, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Flokkurin fer ikki at stilla upp á kommunuvalinum í november, men verður fólkatingsval útskrivað áðrenn tað, er flokkurin til reiðar, sigur Lars Løkke
10. apríl boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstraformaðurin, Lars Løkke Rasmussen frá, at hann var í ferð við at stovna ein nýggjan politiskan flokk, og í dag avdúkaði hann navnið á flokkinum: Moderaterne
Í klummu í B.T. segði Lars Løkke soleiðis um nýggja flokkin.
– Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".
Tað var í sambandi við grundlógarrøðu á fundi hjá politiska netverki hansara í Herlev, at Lars Løkke avdúkaði navnið á nýggja flokkinum.
Lars Løkke ger greitt, at flokkurin ikki ætlar at stilla upp á kommunuvalinum, sum verður í Danmark í november, og tí verður stevnuskrá, hjartamál og valevni eisini fyrst kunngjørt eftir kommunuvalið.
Lars Løkke sigur tó, at um Mette Frederiksen útskrivar fólkatingsval áðrenn kommunuvalið, er flokkurin til reiðar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Lítla gentan, ið hevur fingið navnið Lilibet Diana Mountbatten-Windsor, er nummar átta í bretsku arvarøðini
Í februar boðaðu hertogin og hertogafrúan av Sussex, Harry og Meghan, frá, at tey skuldu hava eitt barn afturat, og fríggjadagin átti hertogafrúan eina dóttur. Tað boðaði parið frá á heimasíðu teirra sunnudagin, sambært The Guardian.
Bæði móðir og barn eru væl fyri, verður upplýst.
Lítla gentan hevur fingið navnið Lilibet Diana Mountbatten-Windsor. Gentan, ið bert verður nevnd Lili, eitur eftir langommuni, Elizabeth drotning, og ommuni, Dianu prinsessu, sálu.
Tá bretska drotningin var lítil, var ringt hjá henni at úttala sítt egna navn, og varð hon tí rópt Lilibet. Maður hennara, Philip prinsur, kallaði hana eisini fyri Lilibet.
Lili er 11. langommubarnið hjá bretsku drotningini, og nummar átta í bretsku arvarøðini. Frammanundan eiga Harry og Meghan tvey ára gamla sonin Archie. Eisini mistu tey eitt barn í fjørsummar. Tað avdúkaði Meghan í einari klummu í New York Times í november.
Í fjør boðaði parið frá, at tey ikki longur ynsktu at vera ein aktivur partur av bretska kongshúsinum, og síðani fluttu tey til Norðuramerika. Í dag búgva tey í Montecito í Kalifornia.
Talsfólk hjá bretska kongshúsinum sigur, at drotningin, Charles prinsur og restin av kongshúsinum eru fegin um tíðindini, og William prinsur og hertogafrúan Kate hava eisini ynskt teimum til lukku á sosialu miðlunum.
Av tí at Lilibet Diana í løtuni er so langt niðri í arvarøðini, fær hon, eins og beiggi hennara, einki kongaligt heiti. Men tá abbi teirra, Charles prinsur, verður kongur, kunnu tey fáa heitini prinsur og prinsessa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Málið um eitt barnalík, sum rak upp á land í Noregi er uppklárað
Nýggjársdag í ár fann ein fiskimaður eina kavadrakt liggja og flóta við strondina á Karmøy við norsku vesturstrondina, beint norðan fyri Stavanger.
Tá klædnaplaggið varð kannað nærri, vísti tað seg, at vera líkið av einum druknaðum barni.
Eftir kanningar í fleiri mánaðir, er løgreglan nú komin fram til, at talan var um líkið av einum 15 mánaða gomlum drongi, sum druknaði í Ermasundi í oktober mánaði í fjør.
Drongurin æt Artin, og hann doyði saman við familjuni, tá báturin, tey vóru í, sakk í oktober.
Kurdiska familjan royndi at koma til Bretlands úr Fraklandi, skrivar BBC.
Líkini av fýra teirra vóru funnin, men einki sást aftur til 15 mánaða gamla drongin.
Nú er staðfest, at líkið, sum varð funnið við Karmoy, er hesin drongurin. Líkið verður nú flogið til Iran, har familjulimir fara at jarða restirnar.
Norska løgrelan visti ikki um nakað barn, sum var saknað, tá tey funnu líkið, og tí hevur tað tikið rættiliga drúgva tíð at uppklára hetta málið.
Tað var 27. oktober í fjør, at ein bátur sakk í Ermasundi millum Ongland og Frakland. Umborð var ein kurdisk familja úr iranska býnum Sardast nærhendis markinum til Irak. Rasoul Iran-Nejad og Shiva Mohammad Panahi, bæði 35 ár druknaðu saman við børnum teirra, níggju ára gomlu Anitu og seks ára gamla Armin. Lítli Artin varð ikki funnin aftur.
Fimtan onnur flóttafólk vóru í bátinum, men vórðu bjargað og flutt á sjúkrahús, skrivar BBC.
Øll familjan druknaði í royndini at koma úr Fraklandi til Onglands (Mynd: BBC)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Skal hitta evropeiskar leiðarar og starvsbrøður sínar í eitt nú Turkalandi og Russlandi
Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer mikudagin á fyrstu stóru uttanlandsferð sína sum amerikanskur leiðari.
Í fyrsta umfari er talan um at luttaka á G7-toppfundinum í Bretlandi. Síðan skal hann hitta Nato-leiðarar og aðrar leiðarar í Evropa. Seinast á ferðini skal hann á fund við russiska starvsbróður sín, Vladimir Putin.
78 ára gamli forsetin og fyrstafrúan, Jill Biden, fóru fyrst at heilsa upp á amerikansk herfólk á eini hernaðarstøð í Suffolk við ensku eysturstrondina.
Hósdagin var so fundur við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson. Fríggjadagin var G7 toppfundur í strandabýnum St. Ives í Cornwall.
Undir vitjanini í Bretlandi, skuldi Biden eisini hitta Elizabeth drotningn á Windsor Castle.
Úr Bretlandi fara forsetin og frúan til Brússels, har Nato-toppfundur verður mánadagin. Hernaðarsamgongan skal samtykkja eina nýggja ætlan fram móti 2030, har veðurleiksbroytingarnar eisini verða tiknar við. Biden verður eisini ein partur av ES-toppfundinum í næstu viku.
Í sambandi við Nato-toppfundin skal Biden hitta turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan. Amerikanski leiðarin hevur fleiri ferðir funnist at Turkalandi fyri at bróta mannarættindini og fyri at viðurkenna, at Turkaland framdi fólkadráp móti armenum í 1915.
Serligur spenningur er um toppfundin millum Biden og Vladimir Putin, sum verður í Genève næsta mikudag. Viðurskiftini millum stórveldini eru merkt av fleiri kreppum, eitt nú skuldsetingar um íblanding í amerikanska valið í 2016, fongslingini av Navalnyj og óvissu um gjørdar kjarnorkuavtalur.
Eitt av endamálunum við túrinum er at vísa á, at USA aftur er millum førandi stórveldini á altjóða pallinum. Umsitingin hjá Biden hevur gjørt greitt, at heimurin má búgva seg til at standa móti hóttanum frá ódemokratiskum londum, eitt nú Russlandi og Kina.
Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, er alterativið, at Kina tekur yvir, ella at alt endar í ruðulleika, skrivar AFP.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, skal í komandi viku vera vertur fyri G7-toppfundi, og londini eiga at koma við einari felags yvirlýsing um at fáa allan heimin koppsettan áðrenn næsta árið er liðið, heldur hann
Í komandi viku verður bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson vertur fyri ársins G7-toppfundi, sum verður í strandarbýnum St. Ives í Onglandi, og málið eigur at vera ein felags yvirlýsing um at fáa allan heimin koppsettan áðrenn ár 2022 er liðið, heldur hann.
– At koppseta allan heimin áðrenn endan av komandi ári hevði verið størsta bragdið í læknafrøðiligu søguni, sigur Boris Johnson sambært Ritzau.
– Eg heiti á allar G7-leiðarar um at vera við til at gera enda á hesari ræðuligu farsóttini og binda seg til ongantíð aftur at loyva hesum slagi av oyðileggilsi, sum koronavirusið hevur elvt til.
G7-fundurin verður í døgunum 11. – 13. juni. Á fundinum luttaka leiðarar úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Italia, ES, Japan og Kanada.
Fleiri av teimum vælbjargaðu londunum hava longu koppsett stórar partar av íbúgvunum, men hjá teimum meira fátæku londunum gongur minni væl.
Hetta hevur fingið smittufrøðingar og aðrar serfrøðingar á heilsuøkinum at ávara um, at koronavirusið tí framhaldandi kann spreiða seg og mutera, um borgarar í fátæku londunum ikki verða koppsettir.
Stórabretland hevur bílagt fleiri enn 500 milliónir skamtar av koronukoppingarevni, og teir, sum landið ikki hevur brúk fyri, verða latnir til onnur lond, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021
178 starvsfólk á stórum sjúkrahúsi í Texas eru biðin um ikki at koma til arbeiðis aftur
178 starvsfólk á stóra Methodist-sjúkrahúsinum í Houston í Texas eru søgd úr starvi. Orsøkin er, at tey ikki vilja lata seg koppseta móti koronavirus.
25.000 fólk arbeiða á hesum sjúkrahúsinum í størsta býnum í Texas. Men sjúkrahúsið hevur sett krav til starvsfólkini, um at tey skulu vera koppsett, og at freistin er mánadagin.
Hetta er orsøkin til, at ein partur av starvsfólkunum nú verður biðin um ikki at koma til arbeiðis, skrivar NBC News.
Talan er um 178 fólk, sum hvørki hava heilsufrøðiligar ella átrúnaðarligar orsøkir til ikki at vilja lata seg koppseta.
285 onnur starvsfólk hava fingið undantaksloyvi fyri ikki at vera koppsett orsaka av heilsu ella trúgv. 332 starvsfólk hava eisini fingið loyvi til at útseta koppsetingina av ymsum orsøkum, eitt nú at tey eru við barn.
Sjúkrahúsið hevur ført fram, at tey skilja, at summi hava sínar orsøkir til at lata vera við at lata seg koppseta, men vísir á, at tey seta hetta kravið fyri at “verja okkara sjúklingar, tínar starvsfelagar, tína familju og okkara samfelag”.
Og lagt verður afturat: “Vísundin prógvar, at vaksinurnar ikki bert eru tryggar, tær eru eisini neyðugar”.
Í farna mánaði valdu 117 starvsfólk at leggja sak móti sjúkrahúsinum. Starvsfólkini vístu á, at koppsetingarnar eru “eksperimentellar” og at Houston Mothodist ikki kann noyða starvsfólkini at koppsetast. Advokaturin hjá hesum fólkunum metir, at sjúkrahúsið brýtur lógina við at seta fram krav um koppsseting.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Einasti myntur av hesum slag, sum er lógligur at eiga, varð seldur fyri 115 milliónir krónur
Ein sjáldsamur amerikanskur gullmyntur, kendur sum "1933 Double Eagle", varð týsdagin seldur fyri knappar 18,9 milliónir dollarar á eini uppboðssølu í New York.
Upphæddin svarar til umleið 115 milliónir krónur, og tað ger myntin til tann dýrasta, ið nakrantíð er seldur á uppboðssølu, skrivar AFP tíðindastovan.
Góður prísur, tá hugsað verður um, at mynturin, tá hann varð sligin í 1933, bert hevði eitt virði á 20 dollarar.
Mynturin er serligur, tí hann er millum seinastu gullmyntirnar, sum United States Mint framleiddi, og eftir ætlan skuldi fara í umferð.
“1933 Double Eagle”-myntirnir vórðu tó ongantíð settir í umferð, tí táverandi forsetin, Franklin D. Roosevelt, sama á gjørdi av at sleppa gulli sum gjaldoyra í eini roynd at sleppa burtur úr ógvusligu fíggjarkreppuni, ið var galdandi tá, “The Great Depression”.
Boð vórðu givin um at oyðileggja allar myntirnar við undantaki av tveimum, sum amerikanska tjóðsavnið skuldi fáa í varðveitslu.
Árini eftir dagaðu fleiri av hesum myntunum kortini fram á marknaðinum. Tað fekk í 1944 Secret Service til at koma við niðurstøðuni, at fleiri at myntunum vórðu stolnir, og at tað tí var ólógligt at eiga slíkar.
Sama ár var ein av stolnu myntunum keyptur, og av einum mistaki var útflutningsloyvi givið, og harvið endaði ein myntur í myntsavninum hjá Farouk kongi í Etyptalandi. Men mynturin hvarv í sambandi við eitt statskvett í 1952.
Í 1996 varð mynturin funnin aftur. Hetta hendi í sambandi við eina húsarannsókn, sum Secret Service framdi á fína hotellinum Waldorf Astoria í New York.
Eitt sakarmál spurdist burturúr, sum endaði við, at hesin stolni mynturin kundi vera ogn hjá privatpersóni.
Gjøgnum árini hava fleiri "1933 Double Eagle"-myntir sæð dagsins ljós, men teir eru allir skýrdir at vera ogn hjá amerikanska statinum.
Tó ikki mynturin, sum í vikuni skifti eigara á Southeby’s uppboðssøluni í New York. Tað er einasti "1933 Double Eagle" í heiminum, sum er lógligur at eiga.
Í dag eru bert 14 kend eintøk av myntinum – harav 13 teirra eru ogn hjá amerikanska statinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Fyrrverandi amerikanski forsetin varð bannaður í januar eftir álopið á Kongressina, og hann kann sleppa aftur á Facebook og Instagram, "um vandin móti almennu trygdini er av", sigur Facebook
Eftir álopið á Kongressina í januar varð táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump útihýstur av fleiri sosialum miðlum. Hann varð útihýstur av Twitter og fyribils útihýstur av Facebook og Instagram. Grundgevingin var, at hann hevði eggjað til harðskap í sambandi við álopið á Kongressina.
Óhefta nevndin, sum Facebook setti at gera eitt tilmæli um, hvørt Trump skuldi sleppa aftur á Facebook og Instagram, mælti í mai til at bíða við at loyva honum aftur á sosialu miðlarnar, og hevur Facebook tí avgjørt, at hann fær eitt tvey ára langt bann. Hesum boðaði Facebook frá fríggjadagin.
Tvey ára bannið er galdandi frá 7. januar í ár, og kann hann sostatt sleppa aftur á Facebook og Instagram í januar 2023. Donald Trump kann tó sleppa aftur fyrr, "um vandin móti almennu trygdini er av", sigur Facebook sambært Ritzau.
Um mett verður, at har framvegis er ein álvarsom hóttan móti almennu trygdini, kann bannið verða longt.
Sjálvur finst Trump at Facebook fyri hesa avgerðina, og heldur hann, at talan er um sensur.
– Hesum slagnum av sensuri áttu tey ikki at sloppið avstað við, sigur hann.
– Í síðsta enda vinna vit. Land okkara kann ikki longur tola hetta slagið av misrøkt.
Trump heldur fast við, at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Joe Biden nú hevur yvirtikið forsetaembætið, og er avgerðin hjá Facebook ein háðan móti teimum, sum atkvøddu fyri honum, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juni 2021
Ein 28 ára gamal maður fekk hálvtannað árs fongsulsrevsing fyri at hava sligið Emmanuel Macron – hann kann tó sleppa við at sita í fýra mánaðir
Hósdagin varð ein 28 ára gamal maður dømdur hálvtannað árs fongsulsrevsing fyri at hava givið franska forsetanum, Emmanuel Macron ein undir vangan.
14 av teimum 18 mánaðunum eru tó treytaðir, so maðurin kann sleppa við at sita inni í fýra mánaðir. Eftir dómurin varð sagdur, varð maðurin koyrdur beinleiðis í fongsul.
Tað var týsdagin, tá Macron var og vitjaði í Landsynningsfraklandi, at maðurin sló hann. Tí varð hann handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni.
Tá maðurin var koyrdur fyri rættin í býnum Valence í Suðurfraklandi hósdagin, játtaði hann seg sekan. Sjónbandaupptøka finst eisini av hendingini, skrivar Ritzau.
Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann hevur samhuga við høgravonginum, og at hann eisini hevur luttikið í mótmælum hjá Gulu vestunum.
Orsøkin til, at hann sló forsetan var, segði hann, at Macron er ímyndin av øllum tí, sum er rotið í Fraklandi. Eisini greiddi hann frá, at hann í dagavís hevði umhugsað at blaka egg ella eina rómakaku í høvdið á Macron.
Hóast maðurin kann sleppa við at sita í fýra mánaðir, kann harðskapur móti einum tænastumanni geva upp til trý ára fongsulsrevsing umframt eina bót á 45.000 evrur, ið svarar til uml. 335.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Fyrrverandi herovastin, sum varð róptur "Slaktarin í Bosnia" skal sita inni restina av lívinum fyri fólkadráp og onnur brotsverk
ST-kærudómstólurin í Haag staðfesti týsdagin ein dóm hjá fyrrverandi bosnisk-serbiska herovastanum Ratko Mladic, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri fólkadráp.
Mladic, sum varð handtikin í 2011, varð fyrst dømdur í 2017 fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini undir borgarakrígnum í Bosnia-Hersegovina í árunum 1992-1995. M.a. varð hann dømdur fyri hópmorðini í Srebrenica, har uml. 8.000. bosniskir dreingir og menn vórðu dripnir í juli 1995.
78 ára gamli Mladic, sum varð róptur "Slaktarin úr Bosnia", m.a. tí hann gav boðini um at fremja drápini í Srebrenica, skal sostatt sita inni restina av lívinum, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Forsetin í miðamerikanska landinum vónar, at bitcoin kann skapa stóra fíggjarliga framgongd
Nayib Bukele, forseti í miðamerikanska landinum El Salvador, ætlar at leggja uppskot fyri Kongressina í landinum um at gera bitcoin til eitt lógligt gjaldoyra.
Forsetin vónar, at bitcoin kann skapa stóra fíggjarliga framgongd í landinum.
Verður uppskotið samtykt, verður El Salvador fyrsta landið í heiminum, sum formliga loyvir bitcoin sum gjaldoyra, skrivar Ritzau.
Hetta fer at skapa arbeiðspláss, og fer at hjálpa túsundatals fólkum, sum annars standa uttanfyri formliga búskapin, sigur forsetin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021
- og fara at minka um CO2 útlátið skjótari enn higartil ætlað, men vit fara samtíðis eisini at kæra dómin
Oljufelagið Shell fer at minka um CO2 útlatið skjótari enn tað longu hevur sett sær fyri.
Hetta sigur stjórin í felagnum eftir, at ein dómstólur í Niðurlondum herfyri tók avgerð um, at Shell skal minka um sítt útlát við 45 prosentum innan 2030. Tað er væl skjótari, enn oljufelagið higartil hevur havt ætlan um.
Ben van Beurden, stjóri skrivar á einum bloggi, at Shell fer at taka munandi men eisini hóvlig og vælumhugsað stig í spurninginum um at minka um útlátið. Hann leggur tó aftrat, at felagið fer kortini at halda fast við avgerðina at fara í hægri rætt við dóminum.
Tað vóru umhvørvisfelagskapir, sum í mai vunnu eitt sakarmál móti Shell í einum niðurlendskum rætti, har tað varð staðfest, at Shell gjørdi ikki nóg mikið og nóg skjótt til tess at minka um CO2 útlátið í tráð við Parísavtaluna frá 2015.
Umboð fyri eitt av umhvørvisfeløgunum, Friends of the Earth, sigur í einum úttalilsi, sambært BBC, at um Shell tók málið í størri álvara, so hevði felagið ikki kært dómin.
Ben van Beurden sigur annars á sínum bloggi, at hóast felagið hevur avgjørt at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, so merkir tað ikki, at felagið ikki virðir avgerðina hjá undirrættinum. Tað ger shell og hevur tí heitt á leiðslurnar fyri virkseminum hjá felagnum kring heimin um at taka dómin til eftirtektar. Men hann ger samtíðis greitt, at íleggjarar skulu ikki rokna við, at hetta fer at leggja fót fyri framtíðar ætlanunum hjá felagnum.
“Fyri okkum í Shell merkir dómurin ikki eina broyting, men skal heldur skiljast sum at størri ferð verður sett á okkara strategi fyri at minka um útlátið”, skrivar stjórin. Hann er annars vónsvikin av, at Shell sum fyritøka verður tikin fram í einum dómi, sum hann sjálvur ikki heldur fer at gagna royndunum at minka um globala útlátið av CO2. Men leggur so aftrat, at felagið er tilreiðar at liva upp til avbjóðingina.
Ein umboðsmaður fyri Shell sigur í eini viðmerking, at úttalilsini hjá stjóranum skulu ikki skiljast sum, at felagið fer at broyta strategi, men heldur skulu tey skiljast sum, at felagið roynir at finna útvegir fyri at skunda undir verandi strategi, soleiðis at hon kann setast í verk skjótari.
Ben van Beurden vísir á, at felagið arbeiðir fram ímóti at fremja munandi tiltøk til tess at minka um útlátið uppá stytri sikt við tí fyri eygað at røkka málinum um net null útlát í 2050. Felagið hevur lagt eina ætlan fyri, hvussu tað skal røkka hesum í tí grøna orkuskiftinum. Henda ætlan náddi kortini ikki at gerast partur av rættarmálinum.
Van Burden sigur víðari, sambært BBC, at felagið fer í framtíðini at halda fram við at veita orku og vørur gjøgnum tess olju- og gassframleiðslur til tess at kunna nøkta eftirspurningin hjá kundunum og til tess at kunna varðveita eina fíggjarliga sterka fyritøku.
“Vit hava brúk fyri hesi fíggjarligu styrki, skulu vit fáa íleggjarar at gera íløgur í felagið. Soleiðis at vit kunnu veita ta orku, sum heimurin hevur tørv á, gera íløgur í orku við lægri útláti og eisini stuðla samfeløgunum, har vit arbeiða. Til tess at røkka orkuskiftinum burtur frá kolvetnum, mugu stig takast til at viðgera og varpa ljós á eftirspurningin og ikki einans framleiðsluna. Hugsið tykkum, hvat hendir, um Shell ggjørdi av at steðga søluni av bensini og diesel í dag. Tað hevði sjálvandi havt við sær, at útlátið hjá Shell minkaði. Men tað hevði ikki hjálpt heiminum nakað. Eftirspurningurin eftir orku hevði ikki steðgað av tí orsøk. Fólk høvdu bara fylt tangarnar á øðrum sølustøðum.”
Umboð fyri Friends of the Earth, Rachel Kennerley, sigur í eini viðmerking, at hetta er bara nakað, sum Shell altíð fer at føra fram fyri at loyva virkseminum at halda fram ótarnað. Tað er, hvat tey gera, sum telur, og teirra lyfti røkka als ikki til.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Tað eru politikarar og nógvir borgarar í statinum ímóti, tí oljan skal tryggja teirra búskaparligu framtíð
Fáar dagar áðrenn hann fór frá sum forseti í USA, lat Donald Trump upp fyri møguleikanum fyri oljuleiting og framleiðslu í einum nýggjum øki í Alaska, sum annars hevur verið friðað fyri vinnuligt virksemi, tí náttúran og djóralívið eru so serstøk og viðkvom.
Nú hevur so nýggi amerikanski forsetin, Joe Biden avgjørt at broyta avgerðina hjá sínum undanmanni og hevur fyribils sett forboð fyri øllum oljuvirksemi í hesum partinum av Alaska, sum verður kallaður National Wildlife Refuge.
Biden vil verja náttúruna og djóralívið í øki, sum oljuvinnan ynskir at bora eftir olju í.
Leiðarar fyri fólkabólkar í Alaska, eitt nú Gwich fólkið, fegnast um avgerðina, meðan onnur eitt nú republikanskir politikarar finnast at avgerðini. Inntøkurnar frá olju- og gassvirkseminum hava avgerandi týdning fyri búskapin og íbúgvararnar. Økið talan er um, er 78.000 ferkilometrar stórt og her finnast mong djórasløg, sum higartil hava verið friðað. Tað er einki nýtt, at tvídráttur hevur verið um at víðka verandi oljuleiðir fyri vestan í Alaska til hetta stóra náttúruøkið, sum verður hildið at goyma nógva olju og gass.
Alaska, sum í mong ár hevur verið ein týðandi oljuframleiðandi statur í USA, goymir sum er framvegis stórar nøgdir av olju og gassi í undirgrundini. Mett verður at hesar goymslur kunnu fáa stóran týdning fyri búskapin og arbeiðspláss í landinum í framtíðini, sum longu er so tætt knýttur at verandi oljuframleiðslu. Hinumegin eru tað tey, sum halda, at økt oljuvirksemi kann skaða umhvørvið eins og hava óhepnar avleiðingar fyri veðurlagið. Stuðlarnir fyri víðari oljuvirksemi tvíhalda tó um, at eingi haldgóð prógv eru fyri, at nýtt virksemi fer at skaða hvørki náttúru ella djóralív.
Áðrenn Donald Trump fór frá lat hann upp fyri oljufeløgunum at kunna leiga øki við framtíðar oljuframleiðslu fyri eygað, men tað vísti seg ikki at vera stórur áhugi vegna lágu oljuprísirnar, og tí oljufeløg heldur vildu gera íløgur í varandi orku. Haraftrat kom, at fleiri peningastovnar í USA ikki vildu vera við til at lata lán til størri oljuvirksemi í umrødda økinum. Tá avtornaði varð áhugin fyri at keypa leiguloyvi sera avmarkaður, og harvið fekk staturin heldur ikki tær inntøkurnar hann hevði roknað við.
Metingar siga, at 11 milliardir tunnur av olju goyma seg í undirgrundini í økinum, sum talan er um, men har eru eingir vegir og undirstøðukervi annars, so tað verður sera kostnaðarmikið at fara undir at bora í økinum.
Tað Biden nú hevur tikið stig til er at fáa myndugleikarnar at endurskoða leigumálini, sum Trump gav loyvi til og at fáa broytt regulverkið fyri at kunna brúka økið til vinnuligt virksemi.
Síðani Biden tók við sum forseti hevur veðurlagið staðið sera ovarliga á dagsskránni. Eitt tað fyrsta forsetin gjørdi var at steðga eini nógv umstríddari oljuleiðing úr Kanada til USA. Hann fekk USA inn aftur í Parísavtaluna, eftir at undanmaður hansara tók landið úr hesi avtalu. Og hann hevur sagt seg vilja ganga á odda fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum eitt nú við at skerja virksemi hjá olju- og gassfyritøkum við m.a. at skunda undir íløgur í varandi orku.
Hóast umhvørvisfelagsskapir fegnast um avgerðirnar hjá nýggja forsetanum, so eru teir eisini vónsviknir av, at hansara fyrisiting í øðrum førum hevur gjørt av at varðveita avgerðir, har Trump m.a. gav loyvi til stórar oljuverkætlanir í North Slope í Alaska, eitt øki, sum nú í tíggjutals ár hevur framleitt olju og gass og sum hevur havt og hevur framvegis hevur stóran týdning fyri orkuframleiðsluna í USA.
Alaska gjørdist heimskent, tá sera langur oljukaðal var lagdur frá norðasta partinum av statinum og heilt suður til avskipingarleiðirnar. Í 1998 vitjaði føroyskt ferðalag í Alaska fyri m.a. at kunna seg um oljuvirksemið har. (Mynd Jan Müller)
Í føroyska ferðalagnum, sum vitjaði oljuleiðirnar í Alaska fyri meira enn 20 árum síðani vóru eisini tveir landsstýrismenn, Eyðun Elttør, oljuráðharri og Karstin Hansen, fíggjarmálaráðharri. (Mynd Jan Müller)
Tað er greitt, at republikanarar eru hart ímóti avgerðunum hjá Biden forseta at forða fyri nýggjari oljuleiting í stórum økjum í Alaska, ikki minst nú hesi kunnu vera við til at skapa arbeiðspláss og inntøkur til statin og harvið eisini gera USA minni heft at innfluttari orku. M.a. hevur republikanski senatorurin fyri Alaska, Murkowski, síðani 2002, funnist harðliga at Biden og hansara umsiting fyri at taka fíggjarliga grundarlagið undan statinum við teirra politikki. Víst verður eisini á, at leigumálini, sum Trump lat oljufeløgunum, kunnu ikki uttan víðari takast aftur av einum nýggjum forseta. Tí mugu tær avgerðirnar helst ganga rættar- ella lógarvegin.
Inntøkurnar frá oljuvinnuni hava alstóran týdning fyri Alaska, har hvør einasti borgari hvørt ár fær ein kekk uppá 1600 dollarar frá almenna oljugrunninum. Við nýggju íløgunum, sum ætlanin hevur verið at gera nú í longri tíð, kann Alaska økja um sína oljuframleiðslu og harvið fáa til vega milliardir av dollarum, sum kunnu brúkast til at skapa menning í hesum fjarskotna amerikanska statinum umframt at vera grundarlag undir framtíðar veitingartrygd. Og fyri lokalu samfeløgini hava oljuinntøkurnar alstóran týdning siga tey, sum eru fyri at víðka um leitingina í Alaska.
Í miðlunum verður annars víst á, at nýggi amerikanski forsetin ikki altíð er so avgjørdur í øllum sínum avgerðum um at vilja steðga olju- og gassvirksemi. Eitt nú lat hann herfyri eina fyritøku, sum skuldi leggja seinasta partin av nógv umrødda Nord Stream 2 gasskaðalinum úr Ruslandi til Týskalands, sleppa undan sanktiónum, sum Donald Trump setti í verk. Harvið kundi arbeiðið halda fram. Hetta gjørdi hann, varð sagt, fyri at varðveita góðu viðurskiftini við sínar sameindu í Evropa. Júst Nord Stream 2 er ein týðandi partur av orkukjakinum, nú hann skal tryggja gassflutning til Evropa í framtíðini. Hetta hendir samtíðis, sum sterkar kreftir í Evropa eitt nú ES royna at forða fyri menning av gassvirkseminum í framtíðini, harvið stórir partar av Evropa verða meira heftir at russiskum gassi, verður sagt.
Keldur: BBC, World Oil og Energy Voice
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
5-1 sigurin á Liktinstein er hin størsti hjá A-landsliðnum hjá monnum í einum altjóða skrásettum dysti. Føroyar komu afturum í 19. minutti, men sótu fullkomiliga á tí mesta av dystinum
Allan seinna hálvleik var einvegis ferðsla, og sigurin kundi og burdið verið størri, hóast Liktinstein hevði eitt skot á stongina í yvirtíðini - annars heilt lítið at bjóða uppá.
Manslandsliðini í fótbólti hjá Føroyum og Liktinstein spældu venjingardyst á Tórsvølli mánakvøldið.
Hjá Føroyum hevði millum annað hevði innskifti Petur Knudsen, ið var vælupplagdur, nakrar góðar møguleikar. Klæmint Andrasson Olsen kundi eisini fingið hattrik.
Hetta var sættu ferð í søguni, at Føroyar og Liktinstein hittust. Í øllum førum hevur talan verið um venjingardystir - føroyingar hava vunnið allar. Tó var hetta størsti sigurin á Likinstein nakrantíð og tann størsti yvirhøvur í FIFA-skrásettum dysti. Tað var eisini fyrstu ferð, at Føroyar skoraðu fimm mál.
Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint Andrasson Olsen gjørdust tvífaldir málskjúttar. Viljormur Davidsen, ið eins og Sølvi Vatnhamar spældi sín skrásetta A-landsdyst nummar 50, setti punktum við brotssparki.
Føroyar - Liktinstein (3-1)
19' Max Göppel 0-1
22' Klæmint Andrasson Olsen (Viljormur Davidsen) 1-1
38' Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar) 2-1
41' Brandur Hendriksson Olsen 3-1
65' Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen) 4-1
79' Viljormur Davidsen (br. - Klæmint Andrasson Olsen) 5-1
Føroyska liðið (4-5-1)
Tórður Thomsen (11' Teitur Matras Gestsson) - Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham (46' Hallur Hansson), Heini Vatnsdal (46' Odmar Færø), Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson (46' Petur Knudsen), Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Brandur Hendriksson Olsen (61' Andreas Lava Olsen), Meinhard Egilsson Olsen (61' Tróndur Jensn) - Klæmint Andrasson Olsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juni 2021
Tað tók Klæmint A. Olsen sjey ár at skora fyrsta málið fyri landsliðið - og tvey ár at koma upp á sjey mál, sama sum Jóan Símun Edmundsson
Tað tók honum nógv ár at fáa fyrsta málið á føroyska landsliðnum, men so tók tað heldur ikki langa tíð áðrenn hann kundi teljast millum toppskorarnar millum teir aktivu spælararnar á landsliðnum í løtuni.
Klæmint Andrasson Olsen, áloyparin hjá NSÍ, hevur væl og virðiliga prógvað, at hann hevur mál í stúvlunum, og er fleiri ferðir kosin toppskorari í føroysku landskappingini.
Men hann skuldi spæla 22 landsdystir áðrenn tað eydnaðist honum at fáa fyrsta málið fyri landsliðið. Tað hendi fyri júst tveimum árum síðani, 7. juni 2019, tá Føroyar taptu 1-4 fyri Spania í einum EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Klæmint Olsen skoraði til 1-2 tá 30 minuttir vóru farnir av dystinum.
Tað var í Nations League kappingini í fjør, at Klæmint veruliga fekk gongd á málskoringina fyri landsliðið. Tá Føroyar vunnu 3-2 á Malta 3. september, skoraði rituvíkingurin fyrsta málið í dystinum. Tá Føroyar vunnu tepurt 1-0 á útivølli móti Andorra tríggjar dagar seinni, var tað Klæmint, sum skoraði einasta málið í dystinum.
Og 13. oktober 2020, tá Andorra vitjaði á Tórsvølli, vunnu Føroyar 2-0 og Klæmint skjeyt bæði málini.
Við tveimum málum aftur í mánakvøldið í vinardystinum móti Liktinstein, kom Klæmint A. Olsen sostatt upp á sjey mál fyri landsliðið, tað sama sum Jóan Símun Edmundsson, sum leingi hevur verið tann mest skorandi av landsliðsspælarunum, sum enn eru aktivir.
Enn eru tríggir leikarar, sum hava skorað fleiri mál enn teir báðir.
Teir eru Uni Arge við átta málum, Todi Jónsson við níggju og Rógvi Jacobsen við tíggju málum.
Klæmint Olsen spældi sín fyrsta landsdyst í Hannover 7. september 2012, tá Føroyar spældu móti Týsklandi í einum HM-undankappingardysti. Klæmint varð skiftur inn í 85. minutti fyri Jóan Símun Edmundsson.
Brandur Hendriksson skoraði eisini tvær ferðir í gjárkvøldið, og hann kom harvið upp á seks mál við landsliðnum. Tríggir leikarar hava skorað seks mál fyri føroyska landsliðið. Teir eru Brandur Hendriksson, Fróði Benjaminsen og John Petersen.
Keldur: fsf.fo og faroesoccer.com
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Føroyska U21-landsliðið basti Armenia, ið spældi allan seinna hálvleik við einum leikara í undirtali, í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Jonn Johannessen skoraði bæði málini, og Sámal Erik Hentze hevur eitt ógvuliga flott prosenttal av sigrum í sessinum
Føroyar og Armenia hittust í mjørkanum á Svangaskarði týskvøldið til 1. umfar í bólki H í EM undankappingini. Tað endaði við 2-0 sigri til heimaliðið - í báðum førum skoraði Jonn Johannesen.
Føroyska liðið byrjaði betri við at fáa gott tak á bóltinum og dystinum og skapa nakran støður. Síðani kom útiliðið betri við og fekk onkrar møguleikar – millum annað eftir mistøk frá Føroyum í verjupartinum, ið tó ikki hevði stórvegis trupulleikar gjøgnum dystin. Talan var um eina nýggja bakteku og málverja, og Andrias Edmundsson var ikki tøkur vegna skaða.
Undan dystinum vóru Føroyar í favorittleiklutinum, og hendan støðin gjørdist greiðari, tá armenar fingu ein mann riknan av vølli beint fyri hálvleik, tá hann fekk sítt annað gula kort fyri at stegða einum álopi hjá Føroyum.
Tað gekk heldur striltið at fáa spælt nóg skjótt og skapa málmøguleikar í yvirtali fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, men okkara komu nærri, og miðskeiðis í hálvleikinum kom leiðslumálið í samband við hornaspark. Eftir at armenar avvístu í fyrstu atløgu, kom bólturin út til Stefan Radosavljevic.
Liðformaðurin skorar sum oftast, tá hann spælir fyri U21-landsliðið á Svangaskarði – hesaferð legði tvøramaðurin bóltin inn í málteigin, har Jonn Johannesen setti pannina á, og so bragdaði endliga hjá Føroyum.
Málið fekk tó ikki meira tryggleika á føroyska liðið – tvørturímóti kom meira órógv á, og okkara gjørdu fleiri mistøk við bóltinum og loyvdu teimum tíggju armenunum betri inn í dystin aftur.
Tamarhald kom tó á støðuna aftur, og í 83. minutti sló Jonn til aftur. Júst innskifti Stefan Løkin kom til ein málmøguleika, hann fekk ikki beint bóltin í málið, men gjørdist ístaðin skaddur í støðuni. Leysi bólturin datt út til 19-ára gamla klaksvíkingin, sum setti bóltin í málið til 2-0.
Mynd: Sverri Egholm
Síðani hendi ikki nógv meira, enn at nakrir armenar sparkaðu ymsar føroyskar leikarar niður. Frustratiónin var greið, men tað var gleðin á føroyingunum eisini eftir seinasta bríksl.
Ein sera góð byrjan uppá undankappingina, og Sámal Erik Hentze hevur nú vunnið meira en helmingin av sínum dystum sum høvuðsvenjari hjá U21 – fýra útav sjey. Hesaferð var tað við Atla Gregersen sum hjálparvenjara.
Næsta uppgávan í undankappingini er eisini Armenia. Útidysturin verður leiktur 2. september - fýra dagar áðrenn Frakland kemur á vitjan.
U21 EM-undankappingina
Svangaskarður, 08. juni
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn Johannssen
Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Áki Samuelsen spældi sín fyrsta U21 landsdyst týskvøldið – 17 ár og 52 dagar gamal
Tá Føroyar týskvøldið vunnu 2-0 á Armenia í EM-undankappingardysti á Svangaskarði, kom ungi HB-framherjin, Áki Samuelsen, í 58. minutti á vøllin fyri Símun Sólheim.
Harvið gjørdist Áki Samuelsen yngsti maður, sum hevur spælt fyri føroyska U21 landsliðið. Tað staðfestir heimasíðan bolt.fo, bygt á hagtøl frá faroesoccer.com.
At spæla á U21 landsliðnum sum bert 17 ára gamal er ikki óvanligt. Leikararnir Jákup Thomsen, Brandur Hendriksson, Poul Ingason, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson og Smuel Chukwudi hava eisini roynt tað, skrivar bolt.fo.
Yngstur av teimum var Hallur Hansson, tá hann, 17 ár og 60 dagar, kom á vøllin í landsdysti í 2009 móti Moldova, sum endaði 1-1.
Nú Áki kom á vøllin móti Armenia, var hann sostatt átta dagar yngri, enn Hallur Hansson var tá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Nógvir leikarar fingu av álvara roynt seg í U21-høpi týskvøldið, tá Føroyar vunnu 2-0 á Armenia
Tá ein nýggj undankapping hjá U21 byrjar, eru fleiri leikarar á vøllinum, ið tað hevur verið lítið ella einki at sæð til í hesum høpinum áður. Orsøkin er, at tveir árgangir - í hesum førinum leikarar ið eru føddir í 1998 og 1999 - skulu skiftast út, tí teir eru vorðnir ov gamlir.
Tá Føroyar og Armenia spældu týskvøldið varð søga skrivað, tá Áki Debes Samuelsen, ið fylti 17 ár tann 17 apríl, varð skiftur inn eftir ein tíma. HB-leikarin er yngsti leikarin nakrantíð á U21-landsliðnum.
Leikarin, ið Áki avloysti á høgra kanti, er eisini uppvaksin í HB fyri tað allarmesta. Símun Sólheim er trý ár eldri enn Áki og spælir nú fast í EB/Streymi. Símun spældi sín fyrsta U21-landsdyst í týskvøldið, og tað gjørdu fimm afturat honum og Áka.
Bárður á Reynatrøð helt málið reint. Leirvíkingurin var í fjør leigaður út til Skála og hevur í ár vart málið hjá barndómsfelagnum Víkingi væl. Hann var á bonkinum til fleiri dystir í seinastu undankapping, og tað vóru Pætur Turiðarsson Skipanes úr NSÍ og Noah Mneney úr Víkini, ið báðir eisini hava fingið sítt gjøgnumbrot í Betrideildini.
Noah spældi 82 minuttir á sentrala miðvøllinum - Pætur spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki.
17-ára gamli Áki Samuelsen...
...sum avloysti Símun Sólheim
Pætur Skipanes saman við Atla Gregersen eftir seinasta bríksl (Myndir: Sverri Egholm)
Børge Petersen spældi eisini fullan dyst. 19-ára gamli miðverjin hevur fyri tað mesta verið at sæð á 1. deildarliðnum hjá KÍ. Hetta var fyrstu ferð, at klaksvíkingurin var á U21-landsliðnum í samband við kappingardyst, og hann avloysti Andrias Edmundsson, ið var skaddur.
Í 87. minutti varð Ingi Jonhardsson skiftur inn. Hetta var eisini fyrstu ferð, at víkingurin var á U21-landsliðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Kringvarpið sendir somu dystir sum Danmarks Radio ger. EM byrjaði í gjárkvøldið
Føroyingar verða ikki snýttir fyri EM-fótbólt í summar. KvF vísir 32 dystir. Tilsamans eru 51 dystir, og Kringvarpið hevur fingið rættindini at vísa 32 av teimum – somu dystirnar, sum DR sendir.
Fyrsti dysturin var í gjárkvøldið millum Turkaland og Italia.
Fyribils eru dystirnir niðanfyri settir á skrá. Nakrir dystir verða spældir samstundis, so Kringvarpið arbeiðir við at tillaga og dagføra skránna.
Leygardagin 12. juni: Wales-Sveis – verður sendur eftir kappróðurin
Leygardagin 12. juni: Danmark-Finnland – verður sendur eftir kappróðurin
Sunnudagin 13. juni kl. 17: Eysturríki-Norðurmakedonia
Sunnudagin 13. juni kl. 20: Holland-Ukraina
Mánadagin 14. juni kl. 20: Spania-Svøríki
Týsdagin 15. juni kl. 20: Frakland-Týskland
Dystir verða sendir kl. 14, kl. 17, og kl. 20 føroyska tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
25. juni spæla greipuvinnararnir um at koma í finaluna í undanumfarinum Champions League, og HB má metast at vera favorittur ímóti Inter Club d'Escaldes. Tað er framvegis óvist, hvar dysturin verður leiktur - hetta verður avgjørt í dag
Eftir ætlan skuldi umfarið, ið er skipa sum ein mini-kapping, verða leikt í Tórshavn, men fríggjadagin fekk Havnar Bóltfelag boð um, at koronuleiðreglurnar viðvíkjandi sóttarhaldi í Føroyum eru ov strangar.
Harvið fór nakað av fyrimunin hjá HB burtur, men greipuvinnararnir vóru annað av teimum fýra liðunum, ið vóru styrkismett, og harvið verður mótstøðan í hálvfinaluni, sum nú er sett at vera 25. juni ístaðin fyri 22. juni, ein á pappírinum nakað veikari.
Nýtt stórlið í Andorra og Ildefons Lima
Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at tað verður Inter Club d'Escaldes, sum HB skal framvið fyri at sleppa at spæla finaluna um at koma víðari til fyrsta umfar í Champions League.
Inter Club d’Escaldes hevur fyri stuttum gjørt seg galdandi í oddinum í Andorra. Felagið gjørdust meistari í Andorra í farna mánaði, og hetta var annað árið á rað, at liðið úr Escaldes, sum spælir í blá-svørtum troyggjum eins og italska Inter Milan, vann meistaraheitið.
Liðið luttók fyri fyrstu ferð í evropeiskum fótbólti í fjør. Í undanumfarinum til Champions League tapti liðið 2-1 móti Drita úr Kosovo á nevtralum vølli í Sveis. Tað er her, at liðið aftur er nú saman við millum annað HB. Liðið kom síðan inn í annað undanumfar í Europa League, har tað á heimavølli tapti 1-0 móti írska Dundalk, sum seinni sló KÍ út úr kappingini.
Á liðnum eru fleiri landsliðsleikarar hjá Andorra, sum fyri stuttum hava dystast móti Føroyum. Tann mest kendi leikarin, íhvussu er fyri tey ið fylgja føroyskum landsliðsfótbólti, er helst 41-ára gamli Ildefons Lima. Harðføri verjuelikarin var ikki við í Nations League-dystunum í heyst vegna trætu við fótbótssamandið um millum annað Covid-19 manngongdir, men hevur áður spælt ímóti Føroyum. Lima hevur heilar 129 A-landsdystir fyri lítla suðurevropeiska landið, og teir dystirnar strekkja seg yvir heili 24 ár.
Í 2013 hittust meistaraliðini í Føroyum og Andorra - tá vann EB/Streymur samanlagt 7-3 á Lusitanos.
Týsdagin tók Uefa eisini avgerð um, at undankappingin til Champions League skal spælast í Albania. Upprunaliga var ætlanin, at kappingin skuldi spælast í Havn, men hetta varð av ongum orsaka av strongu føroysku reglunum viðvíkjandi sóttarhaldi.
Í øllum førum er greitt, at HB skal vinna á meistarunum á Andorra fyri at spæla avgerandi dystin móti Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo fyri at koma víðari í kappingini. Har er meistaraliðið úr Kosovo favorittur.
Tey trý liðini, ið ikki megna at vinna hetta undanumfarið, fara yvir í nýggju UEFA Conference League, har KÍ og NSÍ skulu spæla í juli.
Champions League undanumfar
25. juni
Inter Club d'Escaldes (Andorra) - HB
Folgore (San Marino) - Prishtina (Kososvo)
Finalan verður leikt 28. juni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2021
Fleiri leikarar, sum vandu við næstbesta og besta liðnum hjá AB mánadagin hava fingið staðfest koronu, og eru nógvir leikarar nú í sóttarhaldi – tí verða dystirnir hjá hesum liðum, sum skuldu spælast um vikuskiftið, útsettir
Dystirnir hjá besta og næstbesta mansliðnum hjá AB, sum skuldu spælast um vikuskiftið, eru útsettir, boðar AB frá í fráboðan á Facebook.
Orsøkin er, at korona er staðfest hjá fimm leikarum, sum vandu við ávikavíst næstbesta- og besta mansliðnum hjá felagnum mánadagin, og í eru nógvir av leikarunum í sóttarhaldi.
– Vit vóna, at smittan ikki spreiðir seg enn meira, og at okkara menn kunnu koma í gongd aftur við at venja og spæla dystir sum skjótast, skrivar AB.
Dystirnir, sum eru útsettir eru:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Hervør Olsen legði Føroyar á odda og skoraði brotssparkið, ið vísti seg at verða avgerandi. Í brotssparkskappingini bjargaði Óluva Allansdóttir Joensen tveimum skotum, og Føroyar skulu spæla finalu í Litava sunnudagin
Tað gjørdist, eins og væntað, ein javnur dystur, tá Føroyar og Estland hittust í hálvfinaluni í Baltic Cup hósdagin. Liðini spældu javnleik í venjingardysti á Tórsvølli fyri fimtan mánaðum síðani og hava spælt javnt áður.
Tað endaði eisini við javnleiki millum Føroyar, og eitt av teimum trimum baltisku londunum hesaferð. Fáir málmøguleikar vóru í fyrra hálvleiki, men Føroyar høvdu fleiri betri støður, og stutt fyri hálvleik legði Hervør Olsen Føroyar á odda.
Ásla Johannesen sendi horna inn úr høgru, ið málverjin ikki fekk boksað nóg væl burtur, Jensa Tórolvsdóttir sendi bóltin móti málinum, og toppskjúttin í Betrideildini stútaði bóltin afturum seg seinasta pettið, so hann fór inn í málið og varð ikki ruddaður burtur í málteignum.
Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Hervør, og klaksvíkingurin, ið eisini er fimleikari, feiraði málið við manér.
Fyrsta málið undir Lene Terp og fyrsta landsliðsmálið hjá Hervør Olsen er veruleiki (Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)
Estland svaraði aftur tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá eitt hart og gott skot frá brotsteigarmarkinum fór allan vegin upp í longra málhorn.
Hervør hevði besta møguleikan at leggja Føryar á odda aftur, men tað stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, og so var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna finaluliðið.
Har var neyðugt við seks skotum hvør. Óluva Allandsdóttir Joensen bjargaði brotssparki nummar tvey hjá Estlandi, men Jensa skeyt uppum við sparki nummar trý hjá Føroyum.
Næstu fýra spørkini fóru í málið, harav tað fimta hjá Føroyum, ið Sara Samson Lamhauge noyddist at skora uppá fyri at halda Føroyum inni, men so las Óluva aftur ein skjútta hjá Estlandi, og fekk fatur á bóltinum.
So kundi liðfelagin úr KÍ avgera alt, og tað gjørdi Hervør trygt, og so var stórur fagnaður í føroysku leguni.
(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
Harvið skulu Føroyar spæla finalu sunnudagin. Talan var um ein landsdyst, har føroysku kvinnurnar høvdu bóltin nógv meira enn í undankappingardystum, og fingu flutt hann væl til tíðir. Tað tykist at vera ein rímiliga greið ætlan við, hvat Lene Terp vil við liðnum, ið eisini var vælskipað í verjustøðu.
Heidi Sevdal hevði ein nýggjan leiklut sum verjukendur sentralur miðvallari.
Baltic Cup, hálvfinala
Føroyar - Estland 1-1 (1-0) 6-5 samanlagt eftir brotsspørk
42' Hervør Olsen (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 1-0
56' 1-1
Brotssparkskapping:
0-1
1-1 Heidi Sevdal
Óluva A. Joensen bjargar
1-2 Ásla Johannesen
2-2
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir brennur
2-3
3-3 Julia Naomi Mortensen
3-4
4-4 Sara Samson Lamhauge
Óluva A. Joensen bjargar
5-4 Hervør Hansdóttir Olsen
Føroyar (4-5-1): Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ) - Maria á Lakjuni (Víkingur), Birita Ryan (KÍ - 26' Sarita Maria Mittfoss, HB), Rakul Maria Johannesen (B36), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland) - Julia Naomi Mortensen (HB), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (Víkingur), Heidi Sevdal (NSÍ), Olga Kristina Hansen (B36) Lea Símunardóttir Lisberg (EBS/Skála) - Hervør Hansdóttir Olsen (KÍ)
Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr og Julia Helena Dal Henriksen komu eisini á vøllin. Hjá teimum báðum síðstnevndu var talan um fyrsta A-landsdystin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
19 gentur eru úttiknar til kappingina fyri U17-landslið, sum verður í Kolding í døgunum 4.-13. juli
Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur nú úttikið hópin, sum í juli mánað skal til NM-kapping í Danmark. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.
Árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við gentum verður spæld í Kolding í Danmark í døgunum 4.-13. juli. 19 gentur eru úttiknar til kappingina.
Í november skulu genturnar eisini til EM-undankapping í Slovakia, og umframt vertslandið og Føroyar, er Ísrael eisini við í bólkinum.
Hópurin til NM
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Marita Lisberg, EB/Streymur
Anna Katrina Mikkelsen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Katarina Mikkelsen, Skála
Jórun Namja Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Gunnva Lútzen, HB
Fríða Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Lea Tórarenni, HB
Teresa Jacobsen, HB
Anna Stóra Carlsen, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Jonhild á Sondum, B68
Estrid K. Mørkøre, FC Hoyvík
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Føroysku hondbóltskvinnurnar gjørdu arbeiðið liðugt við 29-25 sigri á Ísrael, hóast eitt tíðaskeið í 2. hálvleiki sá minni gott út. Harvið er greitt, at Føroyar í heyst og í vár skulu spæla fleiri undankappingardystir
6. oktober skal føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spæla í Rumenia, og tríggjar ella fýra dagar seinni taka Føroyar ímóti Danmark. Síðani eru heima- og útidystur á skránni móti Eysturríki í mars, og í apríl vitjar Rumenia, áðrenn punktum verður sett í Danmark.
Alt hetta er endaliga greitt, eftir at Føroyar sunnukvøldið tryggjaðu sær ein 29-25 sigur á Ísrael í høllini á Hálsi, har trý-landakapping var um viksukftið. Talan er um fyrsta stigið í undankappingini til EM 2022, og har vóru føroysku kvinnurnar sterkast.
Súna Krossteig Hansen, Bjarta Osberg Johansen og Durita Christopersen Jojic fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
Turið Arge Sameulsen, ið spældi ein frálíkan fyrra hálvleik, saman við Bjartu og Marionnu G. Eystberg. Tær hava spælt nógv saman í Kyndli
Flúgvandi føroysk byrjan – vongleikarar í hopla
Setingurin var greiður undan dystinum sunnudagin: Føroyar spældu seg víðari við sigri ella javnleiki.
Í mun til dystin móti Finnlandi fríggjakvøldið, løgdu tær føroysku út sum eitt óløgi, og tá 11 minuttir vóru leiktir, var støðan 7-2. Tær hjá Finnalndi, ið vónaðu at Ísrael vann við fýra málum ella færri, so at Finnland spældi seg víðari, sótu hjálparsleysar og tóktust at hava "givið upp".
Ísrael skuldi vinna við minst fimm málum, so tað sá meira ella minni vónleyst út. Útiliðið gjørdi ov nógv teknisk mistøk í álopsspælinum, og verjan var ov opin.
Tað var serliga ferðin í føroyska álops- og kontraspælinum, ið gjørdi munin fyrstu løtuna. Turið Arge Samuelsen, ið einki mál skoraði fríggjakvøldið, var flúgvandi; um hon so leyp inn úr rímiliga spískum ella kom við ferð av vonginum í kontraálopum eitt í slag av yvirgongd. Nummar ellivu skoraði fýra útav teimum fyrstu seks føroysku málunum, og vann eisini tvey brotskøst í fyrra hálvleiki.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen hevði skorað hini bæði føroysku málini, tá seks vórðu skotin, og samanlagt fingu Føroyar tólv mál av vongplássunum í kvøld – fríggjakvøldið var talan um fýra.
Ferð, styrki, timing og tryggleiki - tað var yvirskiftin hjá føroysku vongleikarunum - serliga fyrstu løtuna
Gott álopsspæl – gott tamarhald á
Ísrael kom betri inn í dystin, og munurin var tvey mál tríggjar ferðir í hálvleikinum. Serliga var tað vinstra álopssíðan hjá Ísrael við Shira Eden Vakrat á odda, sum eydnaðist væl. Vakrat skoraði níggju mál og gav ígjgnum dystin føroysku verjuni høvubrýggj.
Annika Fríðheim Petersen byrjaði dystin heilt væl, men so fekk verjan størri trupulleikar, og Annika, ið stóð heilt væl fríggjakvøldið, fekk ikki fatur á aftur.
Móti endanum av fyrra hálvleiki fóru Føroyar frá aftur. Millum annað tí at Maria Halsdóttir Weyhe kom væl inn og skoraði tvey mál og Marianna Geirsdóttir Eystberg eisini kom inn og kom skjótt í gongd.
Sum heild fleyt álopsspælið væl – um so tað var Maria ella Bára Krossteig Hansen, ið var spælskipari.Tað eydnaðist í teimum flestu álopunum at spæla seg til rímiliga opnar ella opnar møguleikar, og føroyska liðið fekk skora úr nógvum ymsum støðum; níggju ymiskar málskjúttar vóru eisini.
Í nøkrum førum, tá tað ikki eydnaðist at fáa skot á, so vunnu tær føroysku brotskøst. Talan var um seks av slagnum, og Bára Hansen setti øll ógvuliga trygt í netið. Hon gjørdist eisini toppskjútti í dystinum.
Yngra systurin hevði eisini í kvøld ein týðandi leiklut í álopsspælinum. Súna Krossteig Hansen var darvað av "jumper's knee" í vinstra knæi alt síðsta kappingarár, og hevur yvirbelastað hitt knæðið. Fríggjakvøldið fekk hon heilt illa runnið, men gjørdi mun í 2. hálvleiki og sunnukvøldið hevði Súna flest upplegg á føryska liðnum – er skrásett fyri seks av slagnum.
Føroyski spælskiparin og toppskjúttin, Bára K. Hansen
Súna K. Hansen í einum av mongum dystum við ísraelsku verjuna (Myndir: Sverri Egholm)
Hurlivasi áðrenn avgerandi løtuna
Tað var ein løta miðskeiðis í 2. hálvleiki, har Føroyar misti tamarhaldið á støðuni. Frá tí tað var 22-15, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir, skoraði Ísrael seks mál á rað og uppá seks minuttir fór munurin frá sjey niður í eitt mál. Hesa løtuna hekk verjan als ikki saman, Føroyar fingu ikki mál, og fleiri bóltar vórðu kastaðir burtur.
Eitt time-out varð tikið, og Føroyar fingu tingini á rætt kjøl aftur. Skjótt var munurin uppi á 3-4 málum aftur, og tað endaði við, at liðið hjá Dragani Brljevic og Finni Hanssyni vann við fýra málum á Ísrael.
Harvið kundu tey í føroysku leguni fegnast og spakuliga byrja at síggja fram ímóti dystunum í heyst. Talan er um ein sera umráðandi møguleika fyri føroyska kvinnulandsliðið – annars høvdu ongar veruligar avbjóðingar verið komandi árið.
EM undan-undankapping
Høllin á Hálsi, 06. juni
Føroyar - Ísrael 29-25 (15-11)
Dystargongdin:
5 min: 4-1
10 min: 6-2
15 min: 8-5
20 min: 10-7
25 min: 11-9
35 min: 17-13
40 min: 21-15
45 min: 22-20
50 min: 24-21
55 min: 27-22
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bára Krossteig Hansen 7 (6) mál
Turið Arge Samuelsen 5 mál
Marianna Geirdóttir Eystberg 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Bjarta Osberg Johansen 3 mál
Súna Krossteig Hansen 2 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 2 mál
Durita Christophersen Jojic 1 mál
Guðrið Ellingsgaard 1 mál
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 4
Margit Weihe Fríðmundsdóttir 2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021
Róðrarsambandið boðar frá, at FM-róður verður í dag á Skála. Tveir dráttir skulu vera tøkir, eingin óviðkomandi skal koma á økið, og hvør bátur skal sóttreinsast millum róðrarnar
Í síðstu viku varð Norðyastevnuróðurin útsettur við stuttum skotbrái. Mett varð, at tað ikki var ráðiligt at skipa fyri kappróðri, tí tamarhald ikki var á koronusmittuni, og løgmaður bað føroyingar um at fara niður í ferð.
Síðani hava rógvarar verið í bíðustøðu: Hvat hendir við tí ætlaða róðrinum? Og verður róð á Fjarðastevnuni á Skála 12. juni sum ætlað?
Landstýrið kom við nýggjari fráboðan hósdagin, og heilt stutt aftaná boðaði Róðrasambandið frá, at kappróður verður avgreiddur á Skálafjørðinum leygardagin. Tó verður tað uttan áskoðarar, og ymiskar mannagongdir skulu handast, fyri at minka um Covid-19 smittuvandan og møguliga smittuspjaðing.
Millum annað skulu tveir dráttir vera tøkir, eingin óviðkomandi skal koma á økið - tað er bert tær yngru manningarnar, ið kunnu hava hjálparfólk við - og hvør bátur skal sóttreinsast millum róðararnar.
Eingir áskoðarar sleppa til róðurin, ið verður vístur í Kringvarpinum. Talan verður um fyrsta FM-róðurin í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2021
Miðvingurin endaði á einum 2. plássi í A-finaluni í einskullara í World Cup kappingini í Italia aftan fyri norðmannin Kjetil Borch
Sunnudagin vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen eitt silvurheiðursmerki í A-finaluni í einskullara í World Cup III kappingini í Sabaudia í Italia.
Hann gjørdist næstur á mál við tíðini 6.39,32 – 0,20 sekund eftir norðmanninum Kjetil Borch, sum gjørdist fyrstur á mál við tíðini 6.39,12.
Róðurin var ógvuliga tættur, og gjørdist kappingin at enda sera hørð millum teir báðar, men at enda megnaði norðmaðurin at koma fyrstur á mál.
Á 3. plássi endaði týski Oliver Zeidler, sum annars er endaður framman fyri bæði Sverra og Kjetil Borch í seinastu kappingunum, eitt nú í World Cup II kappingini í Sveis fyri tveimum vikum síðani, har Sverri eisini gjørdist nummar tvey. Tíðin hjá Oliver Zeidler var 6.39,47.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021
Verður Brisbane valdur sum vertsbýur, verður tað fyrstu ferð síðan ár 2000, at Avstralia er vertur fyri OL – endalig støða verður tikin í málinum í juli
Hósdagin upplýsti Altjóða Olympiska Nevndin (IOC), at leiðslan hevur skotið upp at avstralski býurin Brisbane skal verða vertur fyri Olympisku Leikunum um 11 ár, í ár 2032.
Tað var í februar, at IOC boðaði frá, at Brisbane var besta boðið, og nú er býurin formliga í uppskoti til at verða vertur fyri OL.
Á fundi í Tokyo 21. juli, tveir dagar áðren Olympisku Leikirnir fara av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum, verður fundur, har endalig støða verður tikin um, hvar OL skal haldast um 11 ár.
Sum áður nevnt verður OL í ár hildið í japanska høvuðsstaðnum Tokyo. Í 2024 verður OL í franska høvuðsstaðnum Paris, og í 2028 verður tað í amerikanska stórbýnum Los Angeles.
Í ætlanini hjá Brisbane um OL framgongur m.a., at 84 prosent av teimum bygningunum og hentleikunum, sum brúk verður fyri í sambandi við OL, longu eru har ella fara at verða settir upp fyribils. Tí verður ikki neyðugt við so nógvum nýggjum byggjaríi, skrivar Ritzau.
Aðrar býir, sum áður hava bjóðað seg fram at halda OL í 2032 eru Mumbai í India, Jakarta í Indonesia, Doha í Katar, Madrid í Spania, og Ruhr-økið í Týsklandi.
Seinast OL var í Avstralia var í ár 2000, og áðrenn tað hevði OL ikki verið í landinum síðan 1956, tá OL varð hildið í Melbourne.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2021
Tað er fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli til 31. mai. ÍSF skrivar, at umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í hjálparpakka 2, og at 3,5 milliónir eru settar av til endamálið. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur
Koronustøðan og tilmælini hava í tíðarskeiðum seinastu fimtan mánaðirnar lagt ítróttin lamnan ella gjørt, at eingir áskoðarar ikki kunnu vera til dystir ella kappingar.
Hetta hevur sjálvandi havt vist sær mistar inntøkur, og í stóran mun hevur støðan gjørt umstøðurnar hjá feløgunum og sambondunum truplari.
Ítróttarfeløg og sambond hava áður havt møguleika at senda umsókn til Ítróttarsamband Føroya um stuðul fyri mistar inntøkur, og tað ber nú aftur til.
Í skrivi frá ÍSF verður kunnað um, at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið, og umsókn kann sendast fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli til 31. mai.
- Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2). Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónur
Ítróttafeløg og sambond undir ÍSF fingu í gjár umsóknarskjal og hava fram til 27. juni at søkja.
Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið fýra milliónir krónur í inntøkum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2021
Týdningarmikil leikari hjá Neistanum heldur fram. Sáttmálin er longdur við einum ári
Ein týdningarmikil partur av putlispælinum hjá Neistamonnum er komin upp á pláss. Rasmus Søby hevur longt sáttmálan við Neistan enn eitt ár.
Hesum boðar felagið frá í vikuni.
Rasmus hevur verið ein sera týðandi partur av bæði verju og álopspartinum hjá neistamonnum tey seinastu árini. Hann er verjugeneralurin, hevur nógv asist, skorar nógv mál og góður í avgerandi løtum, sigur Neistin um Søby.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Umframt at spæla við Neistamonnum, skal Rasmus Søby verða ungdómsvenjari í felagnum. Rasmus og unnustan, Stina Madsen, sum eisini er ein týdningarmikil persónur í felagnum, trívast sera væl í Føroyum og hava tey lært seg føroyskt. Tey, bæði skilja og lesa føroyskt.
Neistin er sera fegin um, at Rasmus tekur eitt ár afturat, sum tryggjar felagnum ein góðan og neyðugan kontinuitet, skrivar felagið í fráboðan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juni 2021