Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 26. juni 2021 | Nr. 26 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Skrokkurin loksins sjósettur

SíÐa 2

1 Leygardagur 26. juni 2021

Góðan lesihug og góða Jóansøku

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Óbúnar barnalótir

At iðra seg um, at ein onnur kommuna hevur fingið hendur á nøkrum kubikki av gróti, sum tú hevði ætlað at fingið fatur á – verður ikki bjargað av, at forða fyri, at tilfarið kann verða koyrt um náttina og sunnudagar.

Tí er avgerðin hjá Tórshavnar kommunu – hjá borgarstjóranum sjálvum, sambært fyrstu fráboðanunum – um at steingja ávís vegastrekki í høvuðsstaðnum fyri tungari ferðslu um náttina, ein illa umhugsað avgerð.

Tað kann væl vera, at tað eru borgarar í kommununi, sum hava ringt til kommunalpolitikarar og kært seg um, at larmandi akfør koyra eftir ringvegnum við gróti um náttina. Men teir gera tað, tí tá órógvar ferðsluna minst.

Við avgerðini nú, kroystir kommunan ístaðin henda flutningin inn ímillum ta dagligu ferðsluna eftir hesum vegastrekki, sum frammanundan er ovbyrjað, serliga tá tysjingartíð er, og bíðirøðirnar á og til og frá ringvegnum kunnu verða fleiri hundrað metrar langar.

Við at tvinga – ella rættari sagt provokera – lastbilarnar við gróti úr Sandoyartunnlinum út á ringvegin hesa tíðina, kann roknast við, at ónøgdu telefonuppringingarnar til borgarstjóra og býráðslimir verða enn fleiri í talið enn tær eru nú frá teimum, sum gera vart við órógvið á náttartíð.

Tað, at borgarstjórin velur at málrætta atsóknina til bara at galda lastbilarnar við gróti úr Sandoyartunnlinum til Runavíkar, virkar eisini óbúgvið.

Okkum lysti at fingið prógvini fyri, at fólkini, sum skulu sova sín náttarsvøvn á teininum fram við Strond, ikki eisini hava gjørt vart við ferðsluna av tungum viðfestivognum, sum koyra frá framleiðsluføroyum – Runavík, Fuglafirði og Klaksvík – og suður til Havnar fyri at verða avskipað til okkurt av skipunum hjá Skipafelagnum ella Smyril Line. Um Heðin Mortensen ynskir, at høvuðsstaður hansara ikki skal órógvast av stórum og tungum lastbilum um náttina og sunnudagar, so má tað eisini verða galdandi fyri ferðsluna fram við Strond.

Tí Tórshavnar kommuna kann ikki tann eina dagin hava sum mál, at allur føroyski fiskaútflutningurin skal koyrast við bilum til Tórshavnar havn fyri í sama viðfangi forða øðrum flutningi úr kommununi atgongd til vegakervið gjøgnum býin.

Tað er ikki bara ein óneyðug, óheppin og óbúgvin provokasjón – tað er eisini at forða fyri menningini í landinum. Sjálvandi eigur Tórshavnar kommuna at vera so mikið búgvin, at hon dugir at ásanna, at menningin uttan fyri høvuðsstaðin eisini er til gagns fyri høvuðsstaðin.

Alt annað er barnalótir.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6375

    Lisnar síður: 17383

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 26. juni 2021

Skrokkurin loksins sjósettur

Seinkingar gjørdu, at skrokkurin varð sjósettur hósdagin, og ikki sunnudagin sum ætlað

Mynd: Reiðaríið
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Hósdagin varð skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið Christian í Grótinum sjósettur í Póllandi.

Nú skal skrokkurin so endaliga fyrireikast til at verða sleipaður til Skagen, og tekur tað umleið fýra vikur, at gera tað síðsta klárt.

Talan er um ein skrokk, sum er yvir 90 metrar langur, og 18 metrar breiður. Nýggja skipið verður størsti nýbygningurin, sum Kartensens Skibsværft hevur bygt higartil.

Tað, sum skal gerast við skrokkin áðrenn hann verður klárur at sleipast er, at brúgvin skal setast á, og so skal skrokkurin sleipast til Skagen, og tekur sleipingin umleið tvey samdøgur. 

Nýggi Christian í Grótinum skal vera liðugur fyrst í 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

3 Leygardagur 26. juni 2021

Pisufundur í Viðarlundini

Pisurnar á Glasi høvdu seinnapartin hósdagin pisufund í Viðarlundini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Orsakað av koronu, var pisufundurin aftur í ár einans fyri pisunum sjálvum, og avvaraðandi vóru ikki við.

Sí nakrar av myndunum úr Viðarlundini hósdagin. Allar myndirnar síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

4 Leygardagur 26. juni 2021

Føddar sama dag, pisur sama dag

Ró Holm Magnadóttir og Kristina Bergsdóttir Thomsen eru báðar føddar 26. september 2002. Mikudagin fingu tær eisini húgvuna sama dag

Ró Holm Magnadóttir og Kristina Bergsdóttir Thomsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Glasir.fo: Lívsleiðirnar hjá tveimum av ársins pisum á Glasi hava verið meira samantvinnaðar enn hjá teimum flestu.

Tær báðar Ró Holm Magnadóttir og Kristina Bergsdóttir Thomsen eru báðar føddar 26. september 2002. Tvey ára gamlar byrjaðu tær báðar í Snjósóljuni á Dagstovninum viđ Landavegin. Tær hava eisini fylgst fólkaskúlárini og byrjaðu báðar í 1. a í Kommunuskúlanum í Kongagøtu. Í 2018 byrjaðu tær báðar í flokki 18b á hugbreytini á Glasi, og mikudagin 23. juni 2021 fingu báðar húgvuna – og báðar við hægsta próvtali.

[object Object]

Á myndunum omanfyri síggja vit Kristina og Ró í barnagarðinum, har tær eisini gingu Lusiagongd saman. Triðja myndin er tikin fyrsta skúladag.

Og nú fingu Ró og Kristina húgvuna á høvdið sama dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

5

Størv

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 26. juni 2021

– Í løtuni er eingin ætlan um at broyta heimauppihaldið

Tá heimauppihaldið varð tillagað fyri einum mánað síðani, vóru heilsufakligu myndugleikarnir eisini spurdir til ráðs, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt, sigur løgmaður í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Miðskeiðis í mai mánað vórðu tilmælini til ferðafólk tillagaði, so tey, sum ikki vóru liðugt koppsett ella høvdu havt koronu fingu fríari ræsur fyrstu dagarnar eftir komu. Einasta avmarkingin var, at hesi áttu at halda seg frá størri mannfjøldum sum eitt nú føðingardagar, veitslur, kirkjur og samkomur, og størri ítróttatiløk. Annars kundu tey eitt nú fara á matstovu og annað stutt eftir komu.

Í løtuni er eingin ætlan um at broyta heimauppihaldið aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg.

Sambært Sirið Stenberg merkti tillagingin av heimauppihaldinum, at tilmælið í roynd og veru varð slept, og vildi hon hava at vita, hví so var. Eisini vildi hon hava at vita, um tað var fakkunnleikin, sum hevði mælt til hesa broyting, og um ætlanin var at broyta hetta aftur.

Nakrar dagar eftir, at tilmælið um heimauppihald var broytt, byrjaði korona at gera um seg í Føroyum aftur, og Sirið Stenberg vísti á, at fleiri undraðust yvir, hví tilmælið var broytt.

– Nú koronusmittan hevur tikið seg uppaftur, undrast mong á, hví tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept. Serliga sæð í ljósinum av, at tilmælini innanlands í Føroyum eru linkað sera nógv. Fakmyndugleikin hevur sagt alment, at tamarhald er ikki á støðuni, segði Sirið Stenberg.

Seinastu vikuna hava tó ikki verið nógvir tilburðir, og fyrradagin var eisini latið meira uppaftur. Løgmaður sigur, at landsstýrið fylgir gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt.

Tilmælið er ongantíð slept
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vísur á, at tilmælið um heimauppihald ongantíð var slept, men at tað var tillagað orsakað av góðu smittugongdini og støðugu framgongdini við at koppseta. Í sama viðfangi varð økt um kanningarmøguleikarnar, so tað bar til at lata seg kanna allar dagar í vikuni.

Eisini upplýsir hann, at heilsufakligu myndugleikarnir eisini vórðu spurdir til ráðs í mun til at tillaga heimauppihaldið.

– Føroyski koronapolitikkurin hevur síðani mars mánað í 2020 hvílt á eina javnvág millum heilsufaklig atlit og samfelagslig atlit. Hvørja ferð landsstýrið hevur tikið stig til at broyta tilmælini, hava heilsufakligu myndugleikarnir eisini sagt sína hugsan, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2021

7 Leygardagur 26. juni 2021

Meira enn helvtin av føroyingum koppsettir

50,4 prosent av øllum føroyingum hava fingið fyrsta prikið. Ein triðingur av teimum ungu millum 16 og 24 ár er longu koppsettur minst einaferð

Fyrsti føroyingurin varð koppsettur við fyrra prikið í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 30. desember í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú hava 50,4 prosent av øllum føroyingum fingið fyrstu koppsetingina fyri korona. Harafturat hava 34,9 prosent fingið aðru koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Covid-19 koppsetingarbólkurin hevur í nýggjastu støðulýsingini, sum er tann fjórða, tikið saman um koppsetingarátakið, síðani farið varð undir at koppseta 30. desember í fjør.

Allir føroyingar sum hava fylt 16 ár hava nú fingið í boðið ókeypis koppseting fyri COVID-19. Higartil eru tilsamans 45.456 koppsetingar framdar. Av hesum hava 26.874 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 50,4% av fólkatalinum og 18.582 fólk fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett, tað svarar til 34,9% av fólkatalinum.

Í Støðulýsingini sæst, at flestu teirra í eldru aldursbólkunum eru koppsett. Ein góður triðingur av teimum ungu millum 16 og 24 ár er longu koppsettur minst eina ferð. 

Koppsetingarkalendarin er dagførdur. Sambært nýggjastu upplýsingunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir í fyrru helvt av september í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

8 Leygardagur 26. juni 2021

137 prógv latin á Fróðskaparsetrinum higartil í ár

Tað er 24 fleiri enn fyrra hálvár í fjør, tá talið var 113

Prógvhandan á Námsvísindadeildini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin og fríggjadagin hava prógvhandanir verið á Fróðskaparsetri Føroya, og tølini fyri fyrra hálvár vísa vøkstur í talinum á útbúnum.

137 prógv eru higartil í ár útskrivað, sammett við 113 fyrra hálvár í fjør - ella 24 fleiri.

Prógvhandanir hava verið allan dagin á teimum fimm deildunum á Setrinum, Søgu- og Samfelagsdeildini, Námsvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Náttúruvísindadeildini og Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Tilsamans hava 110 bachelorar fingið prógv higartil í ár, 26 hava fingið masterprógv og ein prógv í hjánámi.

65 prógv eru útskrivað á Námsvísindadeildini, har tey lesa til námsfrøðing og lærara. 32 prógv eru latin á Søgu- og samfelagsdeildini, 20 prógv á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 10 á Føroyamálsdeildini og onnur 10 á Náttúruvísindadeildini.

Fróðskaparsetur Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

9 Leygardagur 26. juni 2021

Bál á ársins longsta degi

Summarsólstøður í Sandagerði mánakvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Summarsólstøður var í Sandagerði mánakvøldið. Skótar skipaðu fyri báli og bjóðaðu kaffi og kaku.

Veðrið var av tí besta, og nógv fólk møttu upp til hásummartiltaki.

Sí myndir nakrar av myndunum niðanfyri. Allar myndirnar síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

10 Leygardagur 26. juni 2021

Seyðamaðurin á Sondum

Nýggja standmyndin í Sandavági, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sí myndir

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Standmyndin “Seyðamaðurin á Sondum” var farna vikuskiftið avdúkað í Sandavági.

Jens Kristian Vang var ein túr í Sandavági í vikuni og tók myndir av stórslignu standmyndini. Sí myndir niðast í greinini.

Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.

Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Søgnin sigur:

“Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

11 Leygardagur 26. juni 2021

Hópfígging skal tryggja at Sirkus verður verandi

Partafelagið sum rekur barrina Sirkus, ynskir at keypa bygningin, har tey hava hildið til síðani byrjanina í 2009. Korona hevur tikið nakað av peningaligu styrkini, og tí sóknast barrin nú eftir hálvari millión við hópfígging

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bygningurin har barrin Sirkus heldur til í Vágsbotni í Havn varð settur til sølu her fyri, og tað er eingin loyna, at partafelagið sum rekur barrina, ynskir at keypa bygningin. Barrin hevur hildið til har síðani byrjanina í 2009.

Nú er Sirkus Føroyar sp/f farið á Hópfígging, og leitað verður eftir einari hálvari millión á Hópfíggingar-portalinum, so møguligt er at keypa bygningin.

Til ber at stuðla, men samstundis er møguleiki at gerast ábyrgdarlánsveitari. Tað merkir, at tilsøgnin kann gerast partur av okkara eginpeningi, soleiðis at gjørligt verður at keypa húsini.

- Tykkara ábyrgdarlán fær eina árliga rentu á fimm prosent, og eftir fimm árum fara vit undir at gjalda ábyrgdarlán tykkara aftur, soleiðis at tit eftir, í mesta lagi, 8 árum fáa peningin aftur – við 5 prosent í árligari rentu.

- Tá innskotsrundan er liðug hin 12. juli 2021, verður hvør einstakur tykkara boðin inn á gólvið hjá okkum, har vit skriva undir eitt ábyrgdarlánsskjal.

- Um onkur tykkara ynskir at seta meira enn 50.000 kr. í sum ábyrgdarlán, kunnu vit undirskriva ábyrgdarlánsskjalið, áðrenn peningurin verður goldin.

Korona tikið styrki
Í Sirkus eru tvey skeinkistøð. Sirkus í erva og Bjórkovin í neðra. Hesi gera tað gjørligt at skapa rammurnar rundan um tað, sum Sirkus er, gjalda fyri tónleikin og onnur mentanartiltøk, sum eru í Sirkus, gjalda øllum starvsfólkum løn og so framvegis, verður sagt.

Eigararnir hava ikki tikið vinningsbýti síðani byrjanini og heldur ikki høga løn, men hava lagt peningin aftur í virksemið fyri at víðka tað ella gera tað betri, siga eigararnir.

- Tí hevur Sirkus eisini eitt gott fíggjarligt grundarlag, men korona hevur tó tikið nakað av okkara styrki, so okkum tørvar hjálp, nú bygningurin, sum vit halda til í, er til sølu.

Eigarar av Sirkus Føroyar Sp/f eru Joel Briem og Sunneva Háberg Eysturstein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2021

12 Leygardagur 26. juni 2021

Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýsingarskjølum

Umhvørvisstovan bjóðar í dag fram nýggja tænastu, har mann ómaksleyst kann fara inn á tinglysing.fo at leita eftir skjølum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umhvørvisstovan bjóðar nú fram nýggja tænastu á heimasíðuni www.tinglysing.fo. Her kunnu øll sjálvi leita fram tinglýst skjøl, talgilt og uttan kostnað.

Tinglýst skjøl hava altíð verið almenn, men nú ber til ómakaleyst at fara inn á tinglysing.fo at leita eftir skjølum. Her finnur tú skeyti, veðbrøv og týðandi upplýsingar um fastognir og akfør. Hevur tú Samleikan, kanst tú rita inn og fáa fleiri upplýsingar, so sum hvat eini hús seinast eru seld fyri.

Tinglysing.fo er býtt upp í “fastognir” og “akfør.” Velur tú at leita eftir akførum, kanst tú eitt nú síggja, um lánveitari hevur veðhald í bilinum, tú hyggur eftir. Leitingarnar verða ikki skrásettar nakrastaðni.

Nógvar av upplýsingunum hava bert verið at fingið í pappírsútgávu, men nú er alt skjalasavnið hjá Tinglýsing talgilt. Eisini er ómaksgjaldið á 50 kr burtur, um tú nýtir tinglysing.fo.

Tað eru serliga peningastovnar, advokatar og meklarar, ið brúka tinglýsingarskjølini nógv. Men nú kunnu øll hyggja at tinglýsingarskjølunum.

- Vit fegnast um at kunna lata talgildu dyrnar upp, so øll kunnu leita frítt og ókeypis í almennu skjølunum. Hetta er eitt av stóru úrslitunum av samstarvinum við Talgildu Føroyar, sigur Sigurð Í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan fóru í 2018 undir at skanna skjalasøvnini hjá tinglýsingini inn. Eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum er, at tílíkar upplýsingar skulu vera tøkar, álítandi og ókeypis hjá øllum føroyingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

13 Leygardagur 26. juni 2021

Kringvarpið sendir fólk til hús

Um átøk ikki verða framd, fer KVF at hava hall komandi árini. Starvsfólkahópurin skal nú skerjast við 6,6 ársverkum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leiðslan í Kringvarpi Føroya má undir harmiligu tilgongdina at skerja starvsfólkahópin við 6,6 ársverkum.

Um ikki átøk verða framd, fer KVF at hava hall komandi árini. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hava við sær, at raksturin næsta ár fer at geva eitt undirskot upp á stívliga 6 mió.kr. Undirskotið verður vaksandi næstu árini, um KVF ikki fremur sparingar, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. 

Inntøkurnar minka
Framrokningar vísa, at inntøkukarmurin til virksemið minkar úr 79 mió.kr. í 2021 niður í 74 mió.kr. í 2024. Tað eru serliga minkandi inntøkur frá gekkaspælinum, sum gera vart við seg.

Hesi seinastu árini hevur gekkaspælið fíggjað ein vaksandi part av virksemi og íløgum hjá KVF. Hetta hevur verið møguligt, tí Gekkurin onkur einstøk ár hevur givið óvanliga nógvar inntøkur, sum tað hevur verið møguligt at brúka yvir fleiri ár. KVF hevur brúkt tiltakspeningin frá Gekkinum til at raðfesta serligar íløgur, keyp av sendingum o.tíl., men eisini til at rinda fyri vanligar lønar- og príshækkingar, um hesar ikki rúmast í øðrum inntøkum.

Inntøkurnar frá kringvarpsgjaldi hava ikki megnað at fylgja við sáttmálabundna lønarvøkstrinum, og hendan gongdin tykist ikki at broytast, heldur tvørturímóti. Tá ið eyka puljan við gekkapengum samstundis minkar, so ridlar fíggjarliga grundarlagið undir stovninum.

Útreiðslurnar vaksa
Við seinastu lønarsamráðingar fekk Starvsfelagið ein BA-stiga í sáttmálan, sum gav stórar eyka lønarhækkingar í 2020 og 2021. Ein stórur partur av starvsfólkahópinum í KVF varð umflokkaður til nýggja stigan, og hetta hevur hækkað støðið á lønarútreiðslunum varandi.

Við óbroyttum virksemi væntast lønir og aðrar útreiðslur at vaksa úr 79 mió.kr. í 2021 upp í 85 mió.kr. í 2024. Vøksturin kemst av vanligum lønar- og prísvøkstri og avgerðini um, at KVF sjálvt skal fíggja allan tann føroyska partin av Savnsgull-verkætlanini.

Støðan er ikki haldgóð, og KVF má tillaga virksemið fyri at minka rakstrarkostnaðin og fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur. 

Sparingar í rakstri og lønum
Leiðslan hevur verið gjøgnum øll tølini í rakstrinum og tikið avgerð um at fremja sparingar fyri 2,5 mió.kr. Hesar fevna í høvuðsheitum um at skerja framleiðslukostnaðin á ávísum sendingum, at skerja keyp av sendingum, at umleggja lisensir og at drýggja nøkur innkeyp av tøkni.

Harafturat verður neyðugt at spara aðrar 3,5 mió.kr. við at skerja starvsfólkahópin við 6,6 ársverkum.

Sparingarnar raka ikki kjarnuøkir
Leiðslan og kringvarpsstýrið hava sett sær fyri, at sparingarnar ikki skulu raka kjarnuøkir innan tíðindi, mentan og tilfar til børn og ung. Hetta tí, at sparingarnar mugu í minst møguligan mun tarna Kringvarpinum í at virka í einum umleypandi miðlaveruleika, har tað er stórur tørvur á álítandi miðlum og óheftum tíðindum.

Samstundis standa Føroyar framman fyri einari stórari mentanarligari avbjóðing, tí ovurstórar nøgdir av útlendskum films- og sjónvarpstilfari skola inn yvir okkum frá stóru, altjóða stroymingartænastunum. Tað ávirkar málførið og mentanina, og tí er neyðugt at framleiða dygdargott tilfar á føroyskum til børn og ung og at hava neyvar raðfestingar á mentanarøkinum.

Leiðslan hevur kunnað UMMR um støðuna
Umboð fyri leiðsluna og kringvarpsstýrið gjørdu í mai landsstýrismannin og embætisfólk í UMMR varug við, at neyðugt er við átøkum, sum framtíðartryggja KVF, soleiðis at stovnurin í framtíðini megnar at lyfta kjarnuuppgávurnar.

Sum skilst fer landsstýrismaðurin at gera broytingar í kringvarpslógini í heyst. Tó er ikki greitt enn, hvørjar broytingar eru í væntu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

14 Leygardagur 26. juni 2021

Rúni Rasmussen nýggjur kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu

Seinastu tíggju árini hevur hann starvast sum deildarstjóri í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni. 20 umsóknir vóru til starvið sum kommunustjóri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta Rúna Rasmussen í starvið sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. 20 umsóknir vóru til starvið.

Rúni Rasmussen er 42 ára gamal og er stjórnmálafrøðingur. Harumframt er Rúni útbúgvin prosesskonsulent og verkætlanarleiðari.

Rúni hevur seinastu 10 árini starvast sum deildarstjóri í Stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni, har hann m.a. hevur staðið á odda fyri Stjórnarskúlanum, hvørs endamál er at førleikamenna starvsfólk í stjórnarráðunum.

Áður hevur Rúni starvast sum deildarleiðari á Almannastovuni, umframt at hann eitt skifti var fyribilsstjóri í Søvnum Landsins.

Rúni Rasmussen byrjar í starvinum 1. august 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

15 Leygardagur 26. juni 2021

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg hevur trý tey síðstu skúlaárini verið í starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri.

Marin er 47 ára gomul, tók læraraprógv í 2003 og hevur tikið diplomútbúgving innan námsfrøðiliga leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya.

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir á øllum floksstigum. Hon hevur trý tey síðstu skúlaárini verið í starvi sum skúlastjóri í Vestmanna skúla umframt at hava verið fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 - 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton, og hevur í mong ár verið virkin í kappróðri.

Marin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri tann 1. august 2021.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

16 Leygardagur 26. juni 2021

Berlys Nordendal sett sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

Berlys Nordendal hevur seinasta skúlaárið verið í starvi sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Berlys Nordendal í starvið sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla.

Berlys er 40 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2016, prógv sum námsfrøðingur í 2013 og tók í vár prógv sum nýkognitivur sálarterapeutur. Berlys er harumframt í holt við at taka masterútbúgving í leiðslu.

Berlys hevur undirvísingarligar royndir sum lærari og leiðsluroyndir bæði sum varaskúlastjóri og leiðari í Ungdómshúsi. Hetta síðsta skúlaárið hevur hon verið í starvi sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Berlys tekur við starvinum sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla tann 1. august 2021.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

17 Leygardagur 26. juni 2021

Oljumessa í Aberdeen útsett til í februar

Offshore Europe, sum skuldi vera í september, er útsett til í næsta ár

Í ár eru 30 ár síðani, at eitt føroyskt ferðalag fyrstu ferð vitjaði á eini oljumessu í útlandinum, Offshore Europe í Aberdeen í 1991, um tað mundið, at skjøtil varð settur á eina komandi føroyska oljuleiting og oljuvinnu. Her sæst partur av føroyska ferðalagnum.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Koronasóttin hevur verið og er framvegis orsøkin til, at ráðstevnur og messur kring heimin verða antin avlýstar ella útsettar. So er eisini við teimum báðum stóru oljumessunum í ávikavist Norra og Skotlandi, messur, sum fyrr vórðu væl vitjaðar av føroyingum og føroyskum fyritøkum. ONS messan, sum er í Stavanger annaðhvørt ár, varð avlýst í fjør. Nú túrurin kemur til hina stóru oljumessuna í skotska Aberdeen, Offshore Europe, er avgjørt at útseta hesa til frá 1. til 5. februar komandi ár. Hon skuldi annars havt verið í september í ár. Orsøkin til útsetanina er óvissan um heilsu og trygd siga stigtakararnir sambært Energy Voice.

[object Object]

Kortini er avgjørt at halda eina alternativa ráðstevnu á netinum ístaðin. Hon fer at vera í døgunum 5. til 7. september. Hon fer sostætt at vera stutt fyri altjóða veðurlagsráðstevnuna COP26, sum verður hildin í Glasgow í november. Phil Chandler, stjóri fyri Offshore Europe, sigur, at ráðstevnan í ár fer at varpa ljós á grøna orkuskiftið og stuðla uppundir leiklutin hjá vinnuni at røkka net-null útláti.

Ein høvuðsorsøkin til at útseta ráðstevnuna er avgerðin hjá bretsku stjórnini at vísa størri varsemi, nú nýggi Covid-19 delta varianturin vísir seg at breiða seg skjótari enn roknað við. Umframt vanligu oljumessuna er eisini avgjørt at útseta eina aðra ráðstevnu undir heitinum “All-Energy and Dcarbonise conference”.

Aberdeen hevur verið vertur fyri Offshore Europe oljumessuni í nærum 50 ár. Føroyingar hava trúliga vitjað messuna nærum øll árini, og fyrstu ferð stórt føroyska ferðalag við nærum 70 luttakarum vitjaði í Aberdeen, sum fekk heitið evropeisiki oljuhøvuðsstaðurin, var í 1991, tá ikki færri enn tveir landsstýrismenn vóru við.

Oljumessan hevur stóran búskaparligan týdning fyri Aberdeen.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

18 Leygardagur 26. juni 2021

Oljuprísurin 100 dollarar í 2022

Høvuðsorsøkin til skjótt vaksandi oljuprísin verður vøksturin í ferðavinnuni, sigur Bank of America

Vøksturin í ferðavinnuni verður mettur at fáa eftirspurningin eftir olju at vaksa nógv og verða størri enn framleiðslan í 2022 og harvið eisini trýsta oljuprísin uppeftir.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljuprísurin kann enda á 100 dollarum í 2022, ella longu seinast í hesum árinum,  tá ferðavinnan er komin rættiliga fyri seg aftur sigur Bank of America í eini frágreiðing. Henda metingin kemur stutt eftir prísgreiningar frá fleiri rávørukeyparum og fíggingarfyritøkum  innan oljuvinnuna skriva World Oil og Financial Times.  

Altjóða nýtslan av olju fer at halda fram at vaksa og verða størri enn framleiðslan í 2022 samtíðis sum betraða búskaparliga støðan í kjalarvørrinum á korona,  fer at skunda undir nýtsluna, og um somu tíð sum íløgur í nýggja framleiðslu fara at minka orsakað av umhvørvisóttanum sigur bankin í síni frágreiðing.

Fleiri aðrar fyritøkur so sum Goldman Sachs og Trafigura Group hava longu gjørt sínar metingar av prísinum og liggja hesar allar um 100 dollarar fyri tunnuna, tá vit røkka 2022. Víst verður á at longu nú er oljuprísurin vaksin til tað hægsta í tvey ár og hetta er bert byrjanin til ein enn størri vøkstur, tá virksemið kring heimin av álvara kemur í gongd aftur. Oljuprísurin liggur í løtuni nakað niðanfyri 75 dollarar fyri tunnuna. 

Um somu tíð liggur stórt trýst á Opec+ londini við Saudi Arabia og Ruslandi á odda at økja um framleiðsluna.

Herfyri kom IEA, altjóða orkustovnurin, við eini rættiliga óvæntaðari útmelding, har stovnurin boðaði frá, at tað fór at vera mangul á olju á marknaðinum, um ikki eitt nú Opec økti um sína framleiðslu. Hetta segði stovnurin stutt eftir at hava mælt øllum heiminum til at gevast við at leita eftir olju og at steðga íløgum í olju- og gass-útbyggingar. 

Tað hevur so fingið fíggingarfyritøkur  og onnur at rópa varskó og ávara um, at verður steðgað at leita eftir og útbyggja olju- og gasskeldur, so fer heimurin  at mangla olju við tí avleiðing, at oljuprísurin fer at gerast methøgur. Og er tað m.a. hetta vit síggja tekin til.

Umboð fyri rávørukeyparar bera annars ótta fyri avleiðingunum, nú tað frá fleiri síðum verður mælt frá at gera íløgur í olju- og gass, tí heimurin er enn als ikki komin hartil í grøna orkuskiftinum, at man kann síggja burtur frá tørvinum og nýtsluni av olju og gassi og eiheldur hevur rokkið málinum um at leggja um til streym ístaðin.

Opec+ londini møtast á fundi í næstu viku, har gitt verður, at tey fara at økja eitt sindur aftur um framleiðsluna, tó vilja tey vera varin. Aftrat allari óvissuni kemur so eisini spurningurin til støðuna í Iran, sum í løtuni er í samráðingum við Vestanveldini um eina kjarnorkuavtalu.

Roknað verður annars við, at ein oljuprísur uppá 100 dollarar fer at gera, at fleiri íleggjarar aftur vilja seta pengar í nýtt oljuvirksemi.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2021

19
Leygardagur 26. juni 2021

Stálarbeiðið av grønu tvíkiljuni liðugt

Tað gongur skjótt at smíða nýggja alibátin við elmotori

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í samband við at stálarbeiðið er liðugt á nýggju grønu tvíkiljuni hjá Bakkafrost vóru stýrhús og mastur sett á fyri viku síðani. Stýrhúsið og masturin eru úr alumininum og skrokkurin úr stáli.

Á skipasmiðjuni Mest varð hetta hátíðarhildið fríggjadagin seinnapartin av teimum, sum hava verið við í arbeiðinum.

Hetta er ein alibátur sum nýtir elektromotorar og battaríir. Við í hugskotinum er, at báturin fyri tað mesta arbeiðir um dagin og kann liggja stillur og løða um náttina, tá nógv grøn elorka ofta er tøk. Tí er alibáturin við til at gagnnýta vind- og vatnorku betur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2021

20
Leygardagur 26. juni 2021

Bakkanes er eitt gott skip

Verður umbygt til tænastuskip í alivinnuni, og skal vera klárt um hálvan august. Eftir ætlan skal tað fyri tað mesta arbeiða í alivinnuni hjá Bakkafrosti í Skotlandi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg haldi hetta er eitt gott og væl hildið skip. Tað er bygt í Norra í 2006, er 73 metrar langt og 16.6 metrar breitt og hevur tveir MAK motorar á 2400 KW hvør, sigur maskinstjórin á Bakkanesi, Sveinur Zachariasen.

- Tað var felagið “Eidsvik” í Norra sum átti skipið, sum hevur verið tænastuskip í oljuvinnuni. Síðstu 10 mánaðirnar hevur tað ligið, vegna lítla virksemi sum er í oljuvinnuni, sigur hann.

[object Object]Sveinur Zachariasen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Nú skal skipasmiðjan Mest umbyggja Bakkanes til tænastuskip í aluvinnuni. Tað kemur óivað at arbeiða mest í alivinnuni hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Vit skulu hava somu avlúsingarskipan, sum nýliga er sett í Martin, sum nærum er systirskip til hetta skipið. Harafturat skulu vit hava fýra kranar á dekkinum, til ymisku arbeiðini í aluvinnuni, sigur Sveinur Zachariasen.

Sum skilst vera níggju mans við og tvær manningar koma at hoyra til skipið.

Gongst eftir ætlan verður Bakkanes klárur hálvan august.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir Bakkafrost til lukku og Guds signing við Bakkanes.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

21 Leygardagur 26. juni 2021

Helgi Abrahamsen tók lógaruppskotið aftur

Eftir at semja var gjørd og verkfallið var avblást leygarkvøldið fyri viku síðani, boðaði landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum frá, at hann tekur umstrídda lógaruppskotið aftur um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk

(Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seint leygarkvøldið varð boðað frá, at semja var gjørd millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og í hesum sambandi boðaði Pedagogfelagið frá, at verkfallið var avblást.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur tikið umstrídda lógaruppskotið aftur um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk í verkfallinum. Hesum boðaði hann løgtingsmanninum frá eftir at tað var greitt, at semja var funnin millum partarnar

Fakfeløgini høvdu áður heitt á Helga Abrahamsen um at taka uppskotið aftur, tí tað sambært teimum var eitt álop á verkfalsrættin, og fóru tey at boða frá stríðsstigum, um uppskotið ikki var tikið aftur.

Uppskotið snúði seg um at leingja sáttmálarnar hjá ávísum starvsfólkum í Almannaverkinum, sum ikki kunnu fara í arbeiðssteðg, tí tað stendur um lív og heilsu. Sambært uppskotinum skal tað vera Almannaverkið, sum metir hvørji starvsfólk tey ikki kunnu vera fyriuttan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2021

22 Leygardagur 26. juni 2021

Óluva R. Eidesgaard vart ph.d. við Københavns Universitet

Óluva hevur kannað møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum – Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar greinar, harav ein er almannakunngjørd, ein er til fakliga meting, og tann triðja er um at vera klár til meting

(Mynd: Gransking.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin 17. juni vardi Óluva R. Eidesgaard ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet.

Óluva hevur kannað møguleikar fyri at brúka tulkingar av wire-line loggum frá boringum í sambandi við kanningar av jarðgoymslueginleikum, í breiðari marking, í føroyska basaltháslættanum.

Ritgerðin ber heitið: "Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)"

Óluva R. Eidesgaard arbeiðir á Jarðfeingi og hevur verið innskrivað til ph.d.-lesturin á Københavns Universitet. Vegleiðarar hava verið Lars Ole Boldreel, lektari á IGN, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, seniorgranskari á GEUS og Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi, skrivar Granskingarráðið.

Í metingarnevndini vóru Michael Larsen, høvuðsráðgevi hjá Ineos Oil and Gas Denmark, Sverre Planke, professari á CEED, Centre of Excellence, Oslo og Kresten Anderskouv, lektari á IGN, formaður.

Verjan fór fram umvegis netið, og Óluva var á Jarðfeingi saman við starvsfeløgum, meðan metingarnevndin sat í Keypmannahavn og Oslo. Starvsfelagar og familja fylgdu við í verjuni á netinum.

Ritgerðin byggir á tríggjar vísindaligar greinar, harav ein er almannakunngjørd, ein er til fakliga meting, og tann triðja er um at vera klár til meting.

Fyrst greiddi Óluva frá gransking síni, og síðani svaraði hon spurningum og kjakaðist við metingarfólkini. Hon stóð seg væl, men fekk eisini fleiri góð ráð við á vegnum til, hvussu hon kann arbeiða víðari við síni gransking, skrivar Granskingarráðið.

Eftir nærum tríggjar tímar tók metingarnevndin samanum á einum stuttum fund. Formaðurin kunngjørdi síðani, at metingarnevndin var samd um, at talan var um eina góða ritgerð, verju og kjak. Mælt varð tí universitetinum til, at Óluva R. Eidesgaard fær tillutað ph.d.-heitið.

Aftaná verjuna var hugnaløta á Jarðfeingi fyri starvsfeløgum, familju og øðrum.

Meira um ritgerðina kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2021

23 Leygardagur 26. juni 2021

150 búeindir afturat á Hamrinum

Avtala gjørd um 130.000 fermetrar av byggilendi við Glyvursvegin

Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson oman fyri Argjahamar, har stykkjað verður út fyri nýggjum búeindum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farið verður nú undir at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar fram við Glyvursvegin, sum er vegurin út móti Glyvursnesi.

Herfyri varð avtala undirskrivað millum festaran Poul Müller øðrumegin og Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Trónd Sigurðsson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini. Avtalan inniber, at Glyvursvegur verður fluttur nakað.

Kommunan hevur eisini fingið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um keyp av lendi, sum er umleið 130.000 fermetrar til støddar. Sjálvt keypið kemur fyri á býráðsfundi mikukvøldið.

Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum. Ein heildarætlan verður nú gjørd og í summar verður økið boðið út, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur niðan frá gørðunum oman fyri ovastu húsini á Argjahamri. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðan fyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

24 Leygardagur 26. juni 2021

Parkeringshús til 150 bilar við Bøkjarabrekku

Íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar skal byggjast í miðbýnum. Talan er um eitt parkeringshús í 3 hæddum, parkeringskjallara og 8 íbúðum á ovastu hædd

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Torshavn.fo: Býráðið samtykti í mikukvøldið at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum. Fyri at fáa fulla nýtslu av økinum má semja fáast við eigararnar av trimum ymsum matriklum.

Eigarin av nøkrum matriklum í økinum hevur søkt um at fáa gjørt serstaka byggisamtykt fyri økið, soleiðis at parkeringshús við íbúðum ovast, kann loyvast. Í uppskotinum eru pláss fyri 150 parkeringsplássum, umframt 8 íbúðum á ovastu hædd.

Økið liggur millum Bøkjarabrekku sunnanfyri og Kongagøtu norðanfyri. Eystanfyri er Tinghúsvegurin og vestanfyri er Niels Finsens gøta.

Ferðslan í miðbýnum er nógv merkt av manglandi parkeringsplássum, og fleiri ymiskir møguleikar hava seinastu árini verið umrøddir, fyri at loysa hendan trupulleikan. Ein teirra er parkeringshús á nevndu matriklum, men eru hesar ætlanir ongantíð komnar á mál.

Nú hevur eigarin gjørt eitt uppskot, sum tykist kunna loysa ein part av parkeringsavbjóðingunum í miðbýnum. Talan er um eitt parkeringshús í 3 hæddum (6 forskotnar hæddir), parkeringskjallara og 8 íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.

Um semja ikki fæst við eigararnar, kann umsitingin tillaga uppskotið, so at parkeringshúsið rúmast á ognum umsøkjarans.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 22. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð samtykt í býráðnum mikukvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

25 Leygardagur 26. juni 2021

Yvir 8.500 metrar boraðir av Sandoyartunnlinum

129 metrar vórðu boraðir í farnu viku – Nú mangla beint undir 2.200 metrar

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú eru tilsamans boraðir 8.589 metrar av 10.785 metrum í Sandoyartunlinum, og sostatt manglar beint undir 2.200 metrar.

Í farnu viku vórðu 129 metrar boraðir, sigur felagið handan Sandoyartunnilin. 81 metrar vórðu boraðir í Traðardali, og 48 metrar vórðu boraðir á Gomlurætt.

Í Traðardali eru nú boraðir tilsamans 4.551 metrar, og á Gomlurætt eru boraðir tilsamans 4.038 metrar.

Tunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

26 Leygardagur 26. juni 2021

Advokatar kasta saman

Hansen Vinther Advokatfirma og Axia Advokatar fara framyvir at virka sum LEKS advokatfirma

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hansen Vinther Advokatfirma og Axia Advokatar leggja saman og fara framyvir at virka sum LEKS advokatfirma.

Staðsetingin verður framhaldandi Undir Bryggjubakka 21 í Tórshavn.

Tað eru Annfinn V. Hansen, Jens Andrias Vinther, Brandur Ellingsgaard og Janus Rein sum virka í og reka LEKS Advokatfirma.

Samanleggingin er framd í vikuni.

Orðið LEKS er ein einføld føroyskan av latínska orðinum LEX, sum merkir lóg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

27 Leygardagur 26. juni 2021

Lundin í Mykinesi eigur at fáa frið fyri fólki

Yvirfriðingarnevndin mælir til at friðaða lundalond í Mykinesi og harvið steingja ella avmarka gongdina út í Hólmin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Yvirfriðingarnevndin heitir nú á Helga Abrahamsen, landsstýrismann við umhvørvismálum, um at seta í verk friðingarkunngerð fyri Lamba og Dalin í Mykinesi.

Nógva gongdin av ferðafólki gjøgnum lundalandið í Lamba og út í Mykineshólm órógvar lundan. Hetta er ein vaksandi avbjóðing, sum neyðugt er at taka í álvara, serliga nú lundin hevur verið fyri munandi afturgongd. Fuglurin eigur at fáa frið í bútíðini, og eigur eingin ella minst møgulig gongd at vera gjøgnum lundalandið hesa tíðina.

Friðingin eigur at hava ásetingar um, hvussu nógv fólk kunnu ganga gjøgnum økið og hvørjar tíðir av samdøgrinum. Harumframt mælir Yvirfriðingarnevndin til at seta í verk eftirlit við ferðsluni gjøgnum økið.

Mykinesfólk hava tikið avgerð um, at í ár verður ongin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar. Ferðafólk sleppa tí einans út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm, skrivar Umhvørvisstovan. 

[object Object]

Ferðavinnu- og umhvørvisstovnar samdir um friðing
Yvirfriðingarnevndin fekk í fjør áheitan frá fýra stovnum og myndugleikum um at fara undir at skipa friðing av økinum, Umhvørvisstovuni, Visit Faroe Islands, Tjóðsavninum og Havstovuni.

Yvirfriðingarnevndin er samd, og mælir til at friða økið.

Hon metir tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, ið verja lundan í bútíðini. Nevndin leggur dent á, at verndartiltøk skulu byggja á náttúruvísindaliga vitan, samstundis sum atlit verða tikin at áhuganum fyri at vitja økið, og at friðingartiltøk skulu ásetast í samstarvi við eigararnar av jørðini.

Bólkurin handan áheitanina á Yvirfriðingarnevndina hevur heitt á landsstýrismannin um at fylgja áheitanini frá Yvirfriðingarnevndini og lýsa friðingarkunngerð fyri útnevndu økini í Mykinesi so skjótt sum til ber. 

Í februar 2020 løgdu Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Visit Faroe Islands, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar fram tilmæli um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu í Mykinesi. Eitt av tilmælunum var at verja lundan betur, og við støði í hesum varð áheitanin til Yvirfriðingarnevndina send, skrivar Umhvørvisstovan.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2021

28 Leygardagur 26. juni 2021

Enn eitt ár við rúsfríum summari

Aftur í ár bjóðar Liv Lívið ungum í Føroyum av til at royna eitt rúsfrítt summar

(Mynd: Liv Lívið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár bjóðar Liv Lívið, sum er átak hjá Bláa Krossi, ungum í Føroyum av til, at royna eitt rúsfrítt summar.

– Liv Lívið ynskir at vísa ungum á, at rúsur er ikki neyðugur fyri at hava eitt gott summar. Vit ynskja at vísa á, at uttan rúsin kann man uppliva alt, stuttleika sær júst, sum man annars hevði gjørt, ansa eftir einum sjálvum og teimum, mann elskar, og samstundis vera 100% til staðar, skrivar Liv Lívið í tíðindaskrivi.

Liv Lívið arbeiðir fyri, at upplýsa ung um vandarnar í at drekka, og er Rúsfrítt Summar eitt av mongu átøkunum hjá Liv Lívið. Átakið byrjaði í 2017, og síðan tá hava mong tikið av avbjóðingini og valt eitt rúsfrítt summar.

Eitt rúsfrítt summar merkir tó ikki, at mann ikki kann stuttleika sær eins nógv á festivalum og øðrum tiltøkum. Liv Lívið arbeiðir nevniliga alla tíðina við at menna nýggj alternativ til rúsdrekka, m.a. við drykkum, sum fólk sjálvi kunnu gera heima.

– Vit hava fyrr, saman við Gutta Winther og RFF ment drykkirnar 'Heilt appilsinfrían' og 'Sýrutripp', og koma vit aftur í ár út við einum nýggjum frískum drykki. Afturat hesum hevur Liv Lívið eina rúsfría barr, sum verður á øllum føroysku festivalunum í summar, skrivar Liv Lívið.

Ein av mátunum, sum man kann taka av avbjóðingini er, at leggja eina rammu á vangamyndina á Facebook, sum sigur "Eg velji eitt Rúsfrítt Summar" - hendan er at finna á síðuni hjá Liv Lívið. Eisini er møguligt at fara á heimasíðuna hjá Liv Lívið - Livlivid.fo - og tekna seg til rúsfrítt summar, og síggja ymsu rúsfríu drykkirnar hjá Liv Lívið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

29 Leygardagur 26. juni 2021

Yvir ein milliard koppsetingar gjørdar í Kina

Tað er nærum 40 prosent av øllum koronukoppsetingunum, sum higartil eru gjørdar í heiminum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Kina er nú fleiri enn ein mia. koppsetingar gjørdar, upplýsa kinesisku myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Xinhua.

Heilt nágreiniligt er talan um 1.010.489.000 koppsetingar, ið svarar til næstan 40 prosent av teimum 2,5 mia. koronukoppsetingunum, sum higartil eru gjørdar í heiminum, skrivar CNN.

Myndugleikarnir í Beijing ætla at hava koppsett í minsta lagi 70 prosent av fólkunum, sum kunnu fáa koppsetingina, áðrenn árið er liðið. Í Kina búgva uml. 1,4 mia. fólk.

Sambært miðlinum South China Morning Post, er talið á koppsetingum tvífaldað síðan 23. mai, og seinastu dagarnar eru fleiri enn 20 mió. koppsetingar gjørdar um dagin í Kina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2021

30 Leygardagur 26. juni 2021

Knappliga 10.500 gistingar í mai

Talið á gistináttum á føroysku gistingarhúsinum í mai var 260 prosent hægri enn í 2020 – føroyingar áttu helvtina av gistináttunum

Hotel Føroyar (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað eru fleiri, sum gista á føroysku gistingarhúsunum. Talið á gistingum í mai var góð 260 prosent hægri enn í mai í gjør. Tó var talið á gistingum í farna mánað 40 prosent lægri enn í mai 2019.

Sambært tølum frá Hagstovuni vóru knappliga 10.500 gistinætur á gistingarhúsunum í mai, ið er nærum 7.600 fleiri samanborið við sama mánað í fjør.

Talið á gistnáttum hjá dønum vaks í mai við sløkum 500 prosent í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum kundi trífaldast.

Av gistináttunum í mai áttu føroyingar helvtina. Í mai 2020 lá talið hjá føroyingum um 60-70 prosent.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

31 Leygardagur 26. juni 2021

Runavíkar kommuna keypt Skipanes

Síðan 1993 hevur kommunan fleiri ferðir roynt at keypt Nesið, men ikki fyrr enn í vár eydnaðist tað – Kommunan hevur keypt Skipanes fyri 780.000 krónur

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Runavíkar kommuna hevur nú keypt Skipanes fyri 780.000 krónur.

Málið um keyp av Skipanesi varð lagt fyri býráðið á almennum fundi á Skála 28. apríl, og herfyri varð keypið endaliga formaliserað, skrivar Runavíkar kommuna.

Frammanundan átti Runavíkar kommuna atløgubryggjuna á Skipanesi men ikki sjálvt Nesið og harvið atkomuna til sjóvarmálan.

Kommunan samskifti longu við eigaran um møguleikan at keypa ognina í 1993, men tá bleiv hetta av ongum. Eisini varð roynt aftur í 2002 og í 2018, men heldur ikki tá eydnaðist tað. Í vár hava partarnir aftur samráðst um málið, og hesaferð varð semja funnin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

32 Leygardagur 26. juni 2021

Reiggja til børn í koyristóli sett upp í Vági

Reiggjan, sum stendur á spæliplassinum í parkini inni við sandin, er alment tikin í nýtslu

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Vágs kommunu eru trý spælipláss til børn, og hesi spælipláss verða nógv brúkt av børnunum í kommununi og vitjandi. Í arbeiðinum við at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum, hevur kommunan sett upp reiggju til børn, sum sita í koyristóli. 

Reiggjan stendur á spæliplássinum í parkini inni við sandin. Síðsta hond varð løgd á arbeiðið, og fríggjadagin í síðstu viku, varð so reiggjan alment tikin í nýtslu, skrivar Vágs kommuna.

– Eg gleðist um, at Vágs Kommuna kann betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum. Vágs Kommuna hevur gjørt nógv við atkomumøguleikunum hjá teimum sita í koyrustóli, og vit arbeiða víðari við, at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2021

33 Leygardagur 26. juni 2021

Samtaksstjórin hjá Norwegian uppsagdur

Jacob Schram, sum hevur verið stjóri í flogfelagnum síðan januar 2020, er uppsagdur – Geir Karlsen, ið hevur verið fíggjarstjóri í felagnum síðan 2018, verður nýggjur samtaksstjóri

Jacob Schram, sum hevur verið samtaksstjóri í Norwegian síðan januar 2020, er nú uppsagdur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samtaksstjórin hjá Norwegian, Jacob Schram, er uppsagdur og fer úr starvinum umgangandi. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Geir Karlsen, ið hevur verið fíggjarstjóri hjá Norwegian síðan 2018, yvirtekur starvið sum samtaksstjóri.

– Karlsen hevur staðið á odda fyri einari fíggjarligari endurreisan av Norwegian, og hevur hann teir førleikar, álitið og áhugan, sum ger hann til tann besta stjóran, sigur Svein Harald Øygard, nevndarformaður í Norwegian, sambært DR.

Norwegian skrivar, at avgerðin um at koyra Schram var tikin í vikuni, og at hann sambært setanaravtalu sínari fær fulla løn í níggju mánaðir í uppsagnartíðini. Hareftir fær hann fráfaringarsamsýning í 15 mánaðir.

Jacob Schram tók við starvinum sum samtaksstjóri í Norwegian í januar í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

34 Leygardagur 26. juni 2021

Hóttir við at fongsla borgarar ið ikki vilja prikast

Forsetin í Filipsoyggjum argur inn á, at ikki fleiri fólk verða koppsett

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fongsul ella koppseting. Tað er valið hjá borgarunum í Filipsoyggjum.

Forsetin í landinum, Rodrigo Duterte, hóttir nú borgarar, ið ikki vilja lata seg koppseta, við fongsli. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

- Valið er títt. Lat teg koppseta ella far í fongsul, segði Duerte í eini sjónvarpaðari røðu í gjár.

Boðini komu eftir tíðindi um, at nógv færri fólk enn væntað, vóru møtt upp á koppsetingarmiðstøðunum í høvuðsstaðnum, Manila.

Útsøgnin hjá Duterte er ikki heilt í samsvar við tað, sum núverandi og fyrrverandi embætisfólk hjá forsetanum hava sagt. Nevniliga at tað er upp til hin einstaka, um tey vilja lata seg koppseta.

- Misskilið meg ikki, tað er kreppa í landinum, segði Duterte, og legði afturat:

- Eg eri bara so argur inn á filipsoyingar, sum ikki filgja boðunum hjá stjórnini.

Fram til 20. juni høvdu 2,1 millión fylgt boðunum um at lata seg koppseta. 110 milliónir búgva í Filipsoyggjum. Stjórnin hevur eitt mál um, at 70 milliónir skulu vera koppsett áðrenn hetta árið er úti. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2021

35 Leygardagur 26. juni 2021

Vilja hækka aldursmarkið fyri keyp av e-sigarettum til 25 ár

Í dag er aldursmerkið í Noregi 18 ár, men nú ætlar norska stjórnin at hækka aldursmarkið fyri at verja tey ungu

(Mynd: Visualhunt.com)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Noregi eru e-sigarettir við nikotini bannaðar, men øll, sum eru fylt 18 ár kunnu keypa e-sigarettir uttan nikotin. Nú vil norska stjórnin tó hækka aldursmarkið til 25 ár.

Tað framgongur í einum uppskoti hjá norska heilsumálaráðnum um nýggjar reglur fyri royking í Noregi.

Eisini verður lagt upp til, at tað skal vera ólógligt at roykja í einum bili, um børn eru í honum, og at tað ikki longur skal vera lógligt at roykja á uttanduraspæliplássum og ítróttavøllum.

Orsøkin til, at mann ynskir at hækka aldursmarkið fyri keyp av e-sigarettum er, at tær kunnu vera ein vegur til vanligar sigarettir, sigur norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie.

– Uppskotið skal verja børn og ung móti heilsuskaðum og forða nýggjum ættarliðum í at gerast bundin av nikotini, sigur hann sambært Ritzau.

Eitt prosent av norðmonnum millum 16 og 24 ár roykja fast. Fyri aldursbólkin 55 til 64 ár er talan um 17 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

36 Leygardagur 26. juni 2021

Grikkaland: Prestur handtikin fyri at blaka sýru eftir sjey biskupum

Biskuparnir ætlaðu at blaka hann úr kirkjuni, eftir at hann varð tikin fyri at fjala kokain undir prestakjólanum

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein prestur úr ortodoksu kirkjuni í Grikkalandi varð í mikudagin handtikin fyri at hava blakað sýru eftir tíggju persónum í høvuðsstaðnum Athen.

Teir, sum fingu sýru á seg vóru sjey biskuppar, tveir sakførarar og eitt løgreglufólk.

Orsøkin til, at presturin blakaði sýru eftir biskupunum var, at teir høvdu hildið fund um at fáa hann blakaðan úr kirkjuni orsakað av einum máli um kokain. Tað var í 2018, at presturin varð handtikin fyri at fjala 1,8 gram av kokaini undir prestakjólanum.

Presturin var, sambært griksku tíðindastovuni ANA, undir illgruna fyri at hava samband við rúsevnissmugling. Eftir at biskuparnir høvdu avdúkað revsingina hjá honum mikudagin, leyp hann á. Hvørja revsing hann fekk verður tó ikki upplýst.

Sambært Ritzau er støðan álvarsom hjá trimum av biskupunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

37 Leygardagur 26. juni 2021

Stórur áhugi fyri Føroyaleikum

Omanfyri 1.100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum hava teknað seg til leikirnar, sum verða í døgunum 8.-11. juli

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá freistin at melda seg til Føroyaleikir var úti á midnátt leygardagin fyri viku síðani, kundu fyrireikararnir fegnast um, at omanfyri 1.100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum høvdu teknað seg til leikirnar, skrivar Ítróttasamband Føroya í tíðindaskrivi.

Tá farið var undir at fyrireika Føroyaleikirnar, sum vera í døgunum 8.-11. juli, varð mett, at millum 800 og 1.500 luttakarar fóru at tekna seg til hesar fyrstu leikirnar.

Ætlanin var eisini at hava útlendska luttøku, men hóast stóran áhuga frá bæði einstaklingum og feløgum, so verða tað bert uml. 20 útlendingar, sum koma at luttaka á leikunum í ár. Hetta kemst av, at útlendingar hava valt at avlýsa sína luttøku, orsakað av koronastøðuni í Føroyum.

Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og á hesum fyrstu leikunum verða heili 19 ítróttagreinar umboðaðar og er hetta sera gott, skrivar ÍSF.

– Samanumtikið má tí sigast, at undirtøkan millum føroysk ítróttafólk er sera góð til hesar fyrstu Føroyaleikirnar. Tað er gleðiligt at fáa afturmeldingar frá sambondnum um, at tað er stórur áhugi fyri Føroyaleikum bæði innanlands men eisini altjóða. Hetta gevur okkum orku og dirvi at gera Føroyaleikir til ein fastan tátt, tey árini Oyggjaleikir ikki eru, og vit meta, at Føroyaleikir kann gerast munandi størri longu komandi ár.

Tey ymisku sambondini, sum luttaka, fara nú at gera endaliga klárt til kappingarnar, sum verða 8.-11. juli í Vági, Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

38 Leygardagur 26. juni 2021

Væleydnað og spennandi FM-kapping í tíðarkoyring

Nýstovnaða súkklufelagið við Skálafjørðin, Troy, skipaði fyri

(Mynd: Oskar Wilk)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað gjørdist eitt minningaríkt kvøld, tá súkklufelagið Troy fríggjakvøldið í farnu viku skipaði FM í tíðarkoyring ella einkulstarti.

Heili fimm súkklufeløg vóru umboðað í kappingini, og ikki færri enn 20 súkklarar savnaðust á Skálafjørðinum hetta góðveðurskvøldið. Sersambandið fyri súkkling og triathlon fegnast um, at talið av íðkarum innan hesa ítrótt er støðugt vaksandi.

Súkklað varð uttast av Strondum við byrjan hjá Strandamáling, og allan vegin inn eftir Skálafjørðinum at venda við Effo í Skálafirði og heimaftur á mál við Strandamáling. Ein teinur, ið er 26,9 kilometrar langur og hevur 220 metrar í hædd tilsamans.

[object Object]
(Mynd: Oskar Wilk)

Troy skipaði tiltakið við trygdini í hásæti, soleiðis at vaktir stóðu við allar innkomuvegir, og eingin ivi var hjá súkklarum og bilførarum hvar og hvussu skuldi ferðast.

Kappingin gjørdist sera spennandi, og teinurin var allarhelst meira avbjóðandi enn tey flestu høvdu gjørt sær far um áðrenn kappingina. Ferðin er høg, og traðkast skal allan vegin. Tað, ið kennist sum undanvindur, tá ein stendur stillur, gerst ein múrur av mótvindi, tá ið ferðin fer um 40, 50, 60 og 70 km/t.

Serliga kappingin hjá monnum í opnum bólki gjørdist tøtt. Tá ið avtornaði, vóru bara 20 sekund millum teir tríggjar fremstu, ið allir súkklaðu um 41 km/t í miðal.

Tað var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum, ið gjørdist føroyameistari frammanfyri Dávi Magnussen úr Tórshavnar Súkkufelag  á øðrum plássi og Jákup Peturi Eliassen úr Føroya Triathlonfelag á triðja plássi.

Hjá kvinnum gjørdist Maria Svabo Hansen úr Tórshavnar Súkklufelag føroyameistari frammanfyri Elsu Berg úr Tórshavnar Súkklufelag á øðrum plássi og Rigmor Rasmussen úr Troy á triðja plássi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

39 Leygardagur 26. juni 2021

Bergfríð og Spirit tóku øll á bólið við Leynavatn

Fitt av fólki á Leynavatni tá skipað varð fyri kappríðing fyri viku síðani

Bergfríð Lassen og Spirit eiga munin á Bryndis Hjartardóttir og Thor (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Innsent

Hóast sirm og ælaveður vóru fitt av fólki komin á Leynavatn, tá kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin í síðstu viku. Tey sum vóru komin, fingu eisini ein góðan dag við nógvum spennandi riðlum. 

Mesti spenningurin var helst um Tvíspor l flokk, har mett var tey flestu rossini høvdu møguleika at vinna. Tað skuldi tó vísa seg at vinnarin var helst tann sum man hevði minstar vónir til undan kappingina. Spirit hjá Jónleif Sólsker kappaðist í næstseinasta riðlinum móti Thor hjá Syðradalsbóndanum Sigtóri Lútzen. Bergfríð Lassen sat á Spirit og Bryndis Hjartardóttir á Thor. 

Riðilin gjørdist sera spennandi og runnu bæði rossini sera væl, tað eyðnaðist tó Spirit at halda múlan frammanfyri Thor. Tey høvdu ávíkasvist 20,28 og 20,44 sek um 250 mtr. So var spenningurin um Marengo, ið vann við Leynavatn í fjør, ella Svanna ið vann FM í fjør kundi betra tað tíðina. Tey hittust í seinasta riðlinum og sat Hallur Hansen á Marengo og Barbara Chaparro á Svannu. 

Men hóast tey bæði runnu ein góðan riðil megnaði tey einki at gera við tíðirnar hjá Spirit og Thor. Svanna var fremri við tíðini 20,60 og Marengo hevði 20,71 sek. 

Hetta var nakað óvæntað men man kann ikki siga annað enn, at hetta var ein væluppiborin sigur hjá Spirit og Bergfríð Lassen. Ein kundi tó ikki lata vera við at hugsa um fyrrverandi eigarin hjá Spirit, Emil Sólsker, sum andaðist í einari arbeiðvanlukku nakað herfyri, man hevði væl unt honum at verið við Leynavatn hendan dagin.

Hinar greinarnar vunnu hesi, Tølt, Strákur við Bárði Johannessen, Skeið, Kór og Beinta P. Debes, Trav, Sirkill og Hallur Hansen, Tvíspor ung, Freyr og Birna Jóannesarson, Tvíspor ll flokk, Gordon og Rebecca Jørgensen og stuttleikakappingina, Framherji og Beinta Niclasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

40 Leygardagur 26. juni 2021

Mikkjal Thomassen í KÍ til 2025

KÍ hevur tryggjað sær Mikkjal Thomassen fram til 2025. Heldur hann fram til tá, hevur hann verið venjari hjá KÍ í 11 ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikkjal Thomassen hevur skrivað undir nýggjan langtíðarsáttmála sum er galdandi til og við kappingarárið 2025.

Tað var í 2014, at KÍ og Mikkjal Thomassen skrivaðu undir á fyrsta sinni, og síðani hevur KÍ verið í oddinum í føroyskum fótbólti.

- Málið var greitt, KÍ skuldi kappast í oddinum hvørt ár. Hetta má sigast at verða væleydnað, tí seinastu fimm árini er liðið hjá Mikkjal endað í topp fýra, sum gevur rætt at luttaka í evropeiskum fótbólti.

- Hæddarpunktini eru steypafinalan í 2016, FM finalan í 2019 og Europa League playoff í 2020.

- Góðu avrikini í evropa hava vunnið felagnum stórar peningaupphæddir sum hava gjørt tað møguligt at gera íløgur í felganum og tryggja góðar karmar í framtíðini. Eitt nú vóru 1,5 mió kr. settar í eitt framsøkið fótbólts akademi fyrr í ár. Akademiið skal tryggja bestu karmar og venjing til okkara ungu leikarar soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri topp leikarar upp á okkara besta lið, skrivar KÍ.

Nógv bendir á, at KÍ fer at vinna FM í ár. Klaksvíkingar liggja fremst í Betri deildini hjá monnum við 40 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

41 Leygardagur 26. juni 2021

300 luttakarar á fótbóltsskúla síðsta vikuskifti

Síðsta vikuskifti hava tveir fótbóltsskúlar hjá Fótbóltssambandinum verið á skránni. Ein var í Sørvági og ein á Toftum, og tilsamans luttóku umleið 300 børn

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta vikuskifti hava tveir fótbóltsskúlar hjá Fótbóltssambandinum verið á skránni. Fríggjadag og leygardag var fótbóltsskúli á Dungasandi í Sørvági, og leygardag og sunnudag var skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum.

Undirtøkan hetta vikuskiftið hevur verið rættiliga góð. Í Sørvági vóru beint omanfyri 100 luttakarar, meðan gott og væl 200 luttóku á fótbóltsskúlanum á Toftum.

– Vit eru sjálvandi glað fyri góðu undirtøkuna, ið Fótbóltsskúlarnir hava fingið. Tað hevur eisini gingið væl at fáa hjálparfólk, so sum heild eru vit sera væl nøgd, sigur Christina Ravnsfjall, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Tilsamans fimm fótbóltsskúlar eru á skránni í summar. Í juli mánað verður skipað fyri fótbóltsskúlum á Argjum og á Skála, og í august verður fótbóltsskúli í Havn.

Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum á Argjum, á Skála og í Havn.

Tað er Fótbóltssamband Føroya, saman við 07 Vestur, B68, AB, Skála og HB, ið skipar fyri fótbóltsskúlunum 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

42 Leygardagur 26. juni 2021

Tórshavn Boksing vaksin úr núverandi hølum

Flytir inn á Hjalla seinni í summar – um vikuskiftið var vælvitjað venjingarlega

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felagið Tórshavn Boksing hevur so stóra framgongd, at tað longu hevur vaksið seg ov stórt at húsast í núverandi hølunum undir ítróttarhøllini á Hálsi, sum tað hevur saman við judo og borðtennisítróttini.

Í næstum flytir felagið inn í størri hølir inni á Hjalla.

Síðsta vikuskifti skipaði Tórshavn Boksing fyri venjingarlegu við luttøku av trimum boksivenjarum úr Danmark. Har varð arbeitt við øllum frá teknikki til sparring umframt fínstillingar av smálutum og vinklum.

Felagið sigur í fráboðan, at donsku venjararnir vóru ovfarnir av høga støðinum og forminum hjá føroysku boksarunum.

Samstundis gjørdi boksifelagið eisini eina samstarvsavtalu við Spf. Meng, sum er ein fyritøka, ið arbeiðir við eini sokallaðari kontaktpersóns-skipan har tey hjálpa ungum í aldrinum 10 til 18 ár við avbjóðingum/trupulleikun. Boksifelagið og smápartafelagið royna saman at hjálpa ungum við at bjóða teimum persónliga venjing og at vera partur av felagsskapinum.

Av Hálsi inn á Hjalla
Í sambandi við hesa samstarvsavtaluna er eisini gjørd avtala um hølir. Tórshavn Boksing og Spf. Meng flyta í summar inn á Hjalla, har felagið fær møguleika at mennast í nógv størri hølum enn nú.

Hetta hevur verið ynski hjá felagnum í longri tíð, tí umstøðurnar á Hálsi hava verið ein forðing fyri menning av felagnum. Við hølunum verður eisini møguleiki at bjóða fleiri sløg av venjingum, motiónslið, ungdómslið, familjuboksing og persónlig venjing av ungum við avbjóðingum.

Arbeitt verður eisini við øðrum tilboðum at byrja í heyst, eitt nú parkinsonboksing og eitt tilboð um lektiuhjálp í sambandi við boksivenjing.

Tórshavn Boksing hevur nú eisini fingið ein boksiring í fullari stødd, tann fyrsti í Føroyum av sínum slag. Hetta kom í lag í vetur við góðum stuðli frá fleiri fyritøkum. Felagið roynir nú eisini at finna pengar til aðra neyðuga útgerð og tilfar til umklæðingarmøguleikar í nýggju hølunum. Tórshavnar kommuna hevur fingið umsókn. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

43 Leygardagur 26. juni 2021

HB megnaði ikki at spæla seg víðari í Champions League

Greipuvinnararnir livdu ikki upp til favorittleiklutin móti meistaraliðnum úr Andorra og taptu 1-0. Harvið skal HB spæla í Conference League í seinnu hálvu av juli

(Mynd: Inter Club Escaldes)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB skuldi upprunaliga spæla undan-undankappingina á heimavølli, men UEFA flutti kappingina til Albania orsakað av strongum sóttarhaldsreglugerðum fyri ferðaløg í Føroyum.

At føroyameistararnir mistu ein part av fyrimunin av hesum er eingin ivi um; dysturin móti meistaraliðnum úr Andorra varð leiktur í beint undir 30 hitastigum og á grasi týskvøldið.

Tá tað er sagt, so var HB avrikið ikki nóg gott. Liðið hjá Jonasi Dal hevdi yvirvágina í fyrru hálvleiki - serliga eina løtu miðskeiðis í hálvleikinum, har HB eisini hevði tveir góðar málmøguleikar. Men fyriuttan tað, fingu teir í reyðum og svørtum hótt ov lítið, og tá ein tími var leiktur hendi tað, sum ikki mátti hendi.

Jordi Betriu legði Inter Club d’Escaldes á odda, og so skuldu favorittarnir svara aftur. Tað eydnaðist ikki, og einki skot kom á málið hjá meistarunum úr Andorra, ið fyri tað mesta hava spaniólar á liðnum, tað ið var eftir av dystinum.

41-ára gamli Ildefons Lima kom inn seinastu minuttirnar at hála sigurin endaliga í land, og hóast HB royndi at gera nakrar broytingar, so eydnaðist tað Inter Club d'Escaldes at halda fast.

HB hevur ikki megnað at spælt seg víðari í evropeiskari kapping, fyriuttan tí einu ferðina - í 2014 móti meistarunum úr Gibraltar í Champions League - og at tað ikki eydnaðist at vinna hesa undan-undankappingina er ein ítróttarligur og serliga fíggjarligur smeitur. At tað ikki eingongd eydnaðist at koma í finaluna svíður, tá tað kemur til stoltleikan.

HB skal harvið spæla í øðrum umfari í Confernce League møta taparanum av dystinum millum HJK Helsinki úr Finnlandi og Budućnost Podgorica úr Montenegro, sum fyrst í juli spæla í fyrsta umfari í Champions League. Um tað verður Inter Club d’Escaldes ella Prishtina, sum vann hina hálvfinaluna í kvøld, ið skal spæla har, fæst greiða á fríggjadagin.

Champions League undan-undanumfar, hálvfinala

22.06 - Durres, Albania
HB - Inter Club d’Escaldes (ANDORRA) 0-1 (0-0)
61’ Jordi Betriu 1-0

HB 4-3-3:
Teitur Matras Gestsson - Mads Boe Mikkelsen (88’ Stefan Radosavljevic), Bartal Wardum (88’ Hanus Sørensen), Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski (84’ Áki Samuelsen) Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnasson Justinussen (66’ Pætur Petersen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2021

44 Leygardagur 26. juni 2021

Geza til Ungarn at royna seg

19-ára gamli miðvallarin hjá Víkingi hevur verið eyðsýndur í ár - fyrst í juli skal hann til royndarvenjing við felagið í næstbestu ungarsku deildini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrst í juli fer ungi víkingurin Geza David Turi at royna seg í ungarskum felagi.

Hann er føddur í Ungarn, hevur ungarskt pass, og búði har tey fyrstu árini av sínum lívi. Í 2006 fór pápin at spæla við GÍ, og Geza Tamas Turi og familjan vórðu verandi í Norðagøtu.

Geza David Turi hevur ment seg í Víkingi og er skrásettur fyri 50 dystir í 1. deild. Í fjør byrjaði tekniskt gávaði sentrali miðvallarleikarin at gera vart við seg í Betrideildini, og í ár hevur hann verið fastur og eyðsýndur á liðnum hjá Víkinigi, sum í løtuni er á øðrum plássi í Betrideildini og í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Geza er bert 19-ára gamal, og higartil hevur hann 27 dystir í Betrideildini, umframt seks í kappingini um Løgmanssteypið. Spurningurin er, um hann fer at spæla fleiri eftir summarsteðgin.

Fyrst í juli mánaða skal miðvallarin royna seg í Pécsi MFC, sum í løtuni liggur á fjórða plássi í næstbestu deildini í Ungarn.

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.

Felagið hevur heimstað í Pécs, sum er fimtstørsti býur í Ungarn, og spælir á einum leikvølli við plássi fyri 7.000 áskoðarum. Í fjør endaði liðið nummar fýra, og meðan summarstegður er í føroysku kappingini, fær Geza David Turi møguleikan at vísa seg fram í felagnum í níggju dagar.

Tøl: FaroeSoccer


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2021

45 Leygardagur 26. juni 2021

KÍ-fjepparar sleppa ikki við til Riga

Bert heimaáskoðarar sleppa inn á leikvøllin til dystir í Conference League, sigur UEFA

KÍ-fjepparar í Vilnius í 2019, tá KÍ spældu ímóti Zalgiris (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður uttan KÍ-herróp frá áskoðaraplássunum, at besta mansliið hjá KÍ fer til Riga at spæla fyrsta umfar í Conference League tann 8. juli.

Felagið hevur fingið kunning frá UEFA um, at KÍ-fjepparar ikki sleppa inn á stadion at hyggja eftir dystinum, sum verður millum FK RFS og KÍ.

Orsakað av koronu var tað ikki møguligt hjá áskoðarum at vera til dystin, og tað verður heldur ikki møguligt í ár. Bert heimaáskoðarar sleppa inn á stadion til dystir í Conference League.

Til heimadystin við Djúpumýrar sleppa KÍ’arar og onnur áhugað til dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

46 Leygardagur 26. juni 2021

Eystara skýlið reist

Fríggjadagin var reisigildi hildið á vøllinum við Djúpumýru. Eftir ætlan skal skýlið takast í nýtslu 15. juli

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í góðveðrinum fríggjadagin varð reisigildi hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurða á loftinum í KÍ høllini, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið, at rósa býráðnum, sum hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum av øllum alvið arbeiða móti málinum, ið er at skýlið skal takast í nýtslu 15. juli. Tá skal KÍ nevniliga leika teirra fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi.

Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið somikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Tí avtalan við Norðhús bleiv undirskrivað 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu.

– Í fyrsta umfari verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening til av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen.

Verkætlanin kostar góðar 7 mió. krónur og hevur FSF harav stuðlað við tveimum mió., umframt at FSF hevur víst áhuga í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

47 Leygardagur 26. juni 2021

Eiga framvegis ikki at koppseta við AstraZeneca og Johnson & Johnson

Koppingarevnini vórðu tikin úr donsku koppsetingarætlanini fyrr í ár, og eftir at hava eftirmett støðuna, heldur danska heilsustýrið framvegis, at hesi ikki skulu vera partur av koppsetingarætlanini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í mars mælti danska heilsustýrið til at taka koppingarevnið hjá AstraZeneca úr donsku koppsetingarætlanini, eftir at fleiri koppsettir persónar høvdu fingið blóðtøpp. Orsakað av fráboðanum um álvarsom hjáárin kom koppingarevnið hjá Johnson & Johnson ongantíð inn í koppsetingarætlanina, og danska heilsustýrið hevur ikki broytt støðu.

Eftir at hava eftirmett støðuna, heldur danska heilsustýrið framvegis, at hesi koppingarevnini ikki skulu vera partur av donsku koppsetingarætlanini.

Tað skrivar stýrið í tíðindaskrivi.

Seinastu tíðina hevur tó verið møguligt at verða koppsettur við koppingarevninum hjá AstraZeneca ella Johnson & Johnson, um mann sjalvur ynskir tað í staðin fyri at bíða at sleppa framat hinum koppingarevnunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

48 Leygardagur 26. juni 2021

Kamarslonin í Nesvík tikin í nýtslu

Varabrogarstjórin í Sunda kommunu var ein túr framvið og ynskti teimum í leguhúsinum til lukku

(Mynd: Sunda kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag byrjar ársins fyrsta ungdómslega í Nesvík, og væntandi vera uml. 200 luttakandi til hesa leguna.

Í tí sambandinum var Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, ein túr framvið í Nesvík.

Eyðstein Zachariasen ynskti teimum í leguhúsinum til lukku, nú ovara hæddin í nýggju kamarslonini stendur klár at taka í nýtslu.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2021

49 Leygardagur 26. juni 2021

– Kendi meg illa viðfarnan og reageraði eitt sindur ógvusligt

Eina viku eftir, at føroyski realityluttakarin Teitur Skoubo varð blakaður úr Reality Awards, greiðir hann frá sínari síðu av søguni

– Eg reageri eitt sindur ógvusligt, tí eg kenni meg illa viðfarnan, og eg vil ikki hava, at fólk skulu taka í meg, tá eg ikki føli, at eg havi gjørt nakað galið, sigur Teitur Skoubo (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri stjól føroyski realityluttakarin, Teitur Skoubo yvirskriftirnar hjá fleiri donskum tíðindasíðum, eftir at hann kom í rok við vaktirnar í sambandi við Reality Awards í Keypmannahavn, sum løgreglan mátti leggja seg uppí.

Teitur varð tó ikki handtikin men koyrdur av staðnum í hýruvogni, og fyriskiparar av Reality Awards siga við B.T., at teir hava ikki meldað hann fyri harðskap, og at hann er vælkomin aftur næsta ár, um hann kann skikka sær væl. Teitur fekk tó eina bót fyri at skapa ófrið.

Teitur Skoubo sigur sjálvir, at tað var ein sera óheppin støða, og hevur hann seinastu vikuna havt brúk fyri at vera burtur frá sosialu miðlunum, men nú er hann klárur at siga frá sínari síðu av søguni.

– Vit sita og hugna okkum, vit fáa drukkið eina rúgvu, og vit hava tað sera suttligt við borðið. Hvørja ferð ein virðisløn verður handað, reisi eg meg upp at fagnast. Um mann ikki veit tað, eri eg eitt stórt ADHD-barn, sum ikki kann sita stillur ov leingi, og so fái eg at vita frá vaktunum, at um eg reisi meg upp aftur, verði eg blakaður út, sigur hann í einari "story" á Instagram.

Seinni reisir Teitur seg tó upp aftur fyri at fara á vesi, men á veg hittir hann ein annan realityluttakara, Asbjørn Nielsen, sum eins og Teitur, hevur verið í parlagi við fyrrverandi Paradise Hotel-luttakarunum Christel Trubka, og hetta er nakað, sum vekir ans.

Meðan Teitur stendur og tosar við Asbjørn Nielsen, koma tveir vaktir, og annar tekur í hann og sigur, at hetta var seinasta ávaring, og at hann skal út umgangandi.

Teitur greiðir frá, at hann segði við vaktirnar, at teir ikki nýtast at taka í hann, tí hann sjálvur er førur fyri at fara út, og tá hin vakturin eisini tekur í hann, endar tað galið.

– Eg reageri eitt sindur ógvusligt, tí eg kenni meg illa viðfarnan, og eg vil ikki hava, at fólk skulu taka í meg, tá eg ikki føli, at eg havi gjørt nakað galið, sigur Teitur sambært B.T.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2021

50 Leygardagur 26. juni 2021

Lætnað níggju kilo: Lættari enn eg hevði væntað

Í fimm mánaðir hevur nýbyggjarin verið í holt við vektina. Níggju kilo eru farin av, og Sunnvá Dahl Rasmussen er nú klár til brúdleyp á nýggjárinum

(Mynd: Privat)
SkrivaÐ:

Hvat.fo

Níggju kilo eru skramblað av Sunnvá Dahl Rasmussen seinastu fimm mánaðirnar. Hon og unnustin gjørdust landskend í november í fjør, tá tey vunnu sendingina Nýbyggjararnir á danska TV2 og samstundis húsini í Silkeborg, sum tey høvdu innrættað.

Ta kvøldið, tey vunnu sendingina, avdúkaði argjadaman, at Martin Høgfeldt Olsen hevði verið á knæ. Nú er greitt, at brúdleypið verður í Føroyum nýggjársaftan.

Í sambandi við stóra dagin ynskir hon at vera í toppformi, og tað hevur eydnast. Upp á einans fimm mánaðir. Tað var lættari enn hon hevði væntað, segði Sunnvá Dahl Rasmussen við Ekstrablaðið til Reality Awards í Keypmannahavn í síðstu viku.

[object Object]
Martin Høgfeldt Olsen og Sunnvá Dahl Rasmussen (Mynd: Privat)

- Tað hevur ikki verið so strævið, sum eg hevði væntað. Eg havi verið í einari tilgongd, har tað fyri meg mest hevur snúð seg um kostin.

- Vælverumiðstøðirnar hava verið stongdar tað mesta av tíðini orsakað av korona, men eg havi gingið nógv og eisini vant nakað við hús, men annars er tað kosturin, sum eg havi hugsað mest um.

- Eg eri stolt, men tað er eitt sindur spell at eg ikki havi gjørt tað fyrr, tá tað hevur verið lutafalsliga lætt, sigur Sunnva Dahl Rasmussen.

[object Object]
Áðrenn og aftaná (Mynd: Privat)

Tað er Sólbjørg Skoubo, persónligur venjari, sum hevur hjálpt Sunnvá at koma í toppform. Sólbjørg Skoubo er sjálv nógv lætnað, og hevur eisini tikið útbúgving innan øki.

- Tað er ikki so torføt, sum summi gera tað. Tað snýr seg um at hava kaloriuavlop. Tað er einasti máti at lætna. Tað kann gerast við hvørt at eta færri kaloriur ella við at venja meira, sigur Sólbjørg Skoubo við Ekstrablaðið.

Enn eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen ikki flutt inn í húsini, tey vunnu í Silkeborg, men nú verður tað skjótt. Parið ætlar av álvara at flyta inn 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2021

51
Leygardagur 26. juni 2021

Níggju katalanskir politikarar eirdir

- Lesið frælsislýsingina, sum katalanska parlamentið samtykti í 2017 - á føroyskum!

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

Í vikuni bórust tey góðu tíðindim at 9 katalanskir politikarir vóru eirdir av sponsku stjórnini.

Hesir politikarir vórðu dømdir upp til 13 ára fongsul fyri at hava arbeitt fyri loysing hja Katalonia. Teirra millum er Carmen Forcadell, sum var forkvinna í katalanska tjóðartinginum.

Hon hevur verið í Føroyum og var stak blíð tá ein føroysk sendinevnd vitjaði katalanska parlamentið í 2019.

Eg vil nevna arbeiðið hjá Magna Arge, sum fólkatingslimur at hava mótmælt fongslingina, og at hava vitjað politikarnar í fongslinum, og vil nevna Skipara- og Navigatørfelagið, sum stuðlaði við yvirlýsing.

Johan Mortensen 

Herundir ber til - á føroyskum - at lesa frælsisyvirlýsingina, sum varð samtykt í katalanska tjóðartinginum 27. oktober 2017

Frælsisyvirlýsing hjá Lýðveldinum Katalonia
Góðtikin í katalanska tinginum 27. oktober 2017

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2021