Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 10. juli 2021 | Nr. 28 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Sandoy Seafood skal hvíla í sær sjálvum

SíÐa 2

1 Leygardagur 10. juli 2021

Góðan lesihug og góða eystanstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Nú má onkur taka um endan

Koronastøðan flýtur. Løgmaður og landsstýri seta ongi krøv og vilja ikki taka ábyrgd, samstundis sum tey leggja trýst á fyriskiparar av tiltøkum, ið eru ætlað at søta um summarið hjá serliga okkara ungu.

Nógv er lagt fyri, bæði í orku og pengum, at fáa hesi tiltøk stáplað upp á beinini undir teimum serligu umstøðum, ið framvegis eru galdandi í heiminum orsaka av eini smittu, sum helst ikki er tann stóra hóttanin longur.

Tey, ið siga, at fyriskipararnir av eitt nú G! festivalinum ikki hava víst ábyrgd, hava neyvan fatað støðuna. Hesi fólk, sum í stóran mun arbeiða sjálvboðin, eru júst tey, ið hava víst ábyrgd – tey hava gjørt sær ómak, og hava funni fram møguleikar til tess at loysa avbjóðingarnar.

At landsstýrið so í onkrum herðindi av ráðaloysi, eina viku áðrenn festivalurin skuldi byrja, loksins stingur høvdið fram við lyftum um endurgjald, vísir bara hvussu lítil stirðil er í koronatilbúgvingini her á landi.

Vinarligu áheitanirnar frá løgmanni um virðing og álit millum borgara og landsstýrið, hevur jú alla tíðina botnað í, at landsstýrið roynir at skáka sær undan at rinda fyri tann miss, sum føroyingurin – bæði privat og vinnulív – hevur verið fyri orsaka av smittuni.

Nú mátti landsstýrið so kortini koma við einum lyfti um endurrindan í seinastu royndini at fáa eitt ávíst einstakt tiltak avlýst. Hetta lyftið kom – í besta føri – tveir mánaðir ov seint.

Samstundis, sum orkan í Tinganesi verður brúkt til at skipa fyri kongaligari kurteisisvitjan.

Ei undur í, at fólk eru í villareiði. Forsyndað og sint.

Her er ongin samanhangur. Summi kunnu savnast – onnur ikki. Hvør kann og hvør kann ikki? Ongin veit.

Eitt er vist. Smittustøðan sum hon er í dag, broytist ikki komandi tríggjar vikurnar, og tí verður hon onki øðrvísi, tá tjóðarhátíðin bankar uppá. Tí ber tað ikki til at halda eina “vanliga” ólavsøku í ár – yvirhøvur ikki. Minst til, at galdandi hámark fyri at savnast, framvegis er 500 fólk. Hvør tekur ábyrgdina av at telja upp í fimmhundrað tá løgmaður stillar seg á odda í ólavsøkuskrúðgonguni?

Og tí ber tað heldur ikki til at skipa fyri drotningavitjan í summar heldur. Kravið um koronakanning við innferð er framvegis galdandi henda mánaðin út. Veit hennara hátign av, at øll – høg sum lág – skulu potast fyri at sleppa í land? Og hvør skal trýsta pinnin niður í svølgið á drotningini? Skal landslæknin? Dugir hann?

Og hvat um onkur av manningini á kongaskipinum hevur smittuna? Skal hon so vendast í landgongdini og setast í sóttarhald eins og tá aðrir hópar koma hendavegin?

Og hvussu við okkum, sum vilja sleppa at veittra til drotningina? Skulu vit gera tað við munnbindi? Ella skal landsstýrið biðja føroyingar um at lata vera við at koma út og heilsa upp á drottningina? Hvør telur upp í fimmhundrað?

Nei. Tað ber ikki til!

Sendið tí heldur eini vinarlig boð til hóvið um – eins og tá hennara hátign ætlaði at koma á vitjan mitt í einum valstríði – at bíða við at koma til henda sokallaða farsóttin er av.

Tað gevur ikki meining at taka ímóti drotningini meðan ráðaloysi ræður her á landi. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6835

    Lisnar síður: 23965

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 10. juli 2021

Sandoy Seafood skal hvíla í sær sjálvum

Higartil hevur tað kostað nýggju eigarunum, hjúnunum Ann-Dorith og Ole Nattestad í Hirtshals, góðar 30 miljónir krónur at yvirtaka og út- og umbyggja flakavirkið í Skopun

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

- Tað kom sum ein bumba, tá tað fyri tveimum árum síðani frættist, at táverandi eigararnir av Sandoy Seafood, Mowi Faroes og Delta Seafood,  høvdu gjørt av at snara lyklinum um á virkinum og 60 arbeiðspláss samstundis hvurvu.

- Hetta var jú størsta arbeiðsplássið í bygdini og í oynni sum heild, so hetta var sera álvarsamt fyri okkum øll, greiðir Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun frá.

Fáar dagar seinni varð vónbrotið og døpru framtíðarútlitini tó brádliga avloyst av gleði og bjartskygni.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Fekk óvæntaða hjálp
- Knappliga var ein maður í telefonini, ið bjóðaði sær at hjálpa okkum, eftir at hava fingið eitt prej um støðuna. Talan var um Óla Nattestad, rokskipara og vinnulívsmann í Hirtshals, sum hevur konu hiðani úr bygdini og sjálvur er ættaður úr Skálavík.

- Hann segði seg nú vera til reiðar at veita bygdini okkurt afturfyri góðu konuna, hann hevði fingið hiðani, og tað skuldi gerast við at fáa flakavirkið í gongd aftur, so fólkið aftur kundi sleppa til arbeiðis sum skjótast, minnist Gerhard aftur á við gleði.

[object Object]
Gerhard Lognberg, borgarstjóri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sum sagt, so gjørt.

Tvær vikur seinni, 23. juni 2019, kundi gamla Sólarris frá 1968, nú Sandoy Seafood, enn einaferð lata dyrnar uppaftur.

Hetta hendi, eftir at Óli Nattestad og konan Ann-Dorith, høvdu keypt partabrøvini fyri eina krónu og yvirtikið skuldina í virkinum upp á umleið sjey miljónir krónur.

- Hetta eru vit teimum báðum óalmindiliga takksom fyri, sigur borgarstjórin í Skopun, sum eisini er nevndarformaður í Sandoy Seafood.

[object Object]
Óli Nattestad og konan Ann-Dorith uttan fyri flakavirkið í Skopun (Privatmynd)

Umbygt fyri 25 miljónir
- Ætlanin hjá okkum hevur ongantíð verið at fáa fíggjarligan vinning burtur úr virkinum, leggur Óli Nattestad dent á.

- Endamálið var eittans, og tað var at fáa latið virkið upp aftur og fáa varðveitt arbeiðsplássini í teirri vón, at Sandoy Seafood sum frálíður helst skal kunna hvíla í sær sjálvum, leggur hann aftrat.

Hann dylir tó ikki fyri, at neyðugt hevur verið at gera munandi íløgur fyri at bøta um umstøðurnar á virkinum.

Higartil hava tey brúkt umleið 25 miljónir krónur til ymsar út- og umbyggingar umframt viðlíkahald. Men hetta hava verið væl útgivnir pengar, staðfestir Óli Nattestad.

Hann harmast tó um trupulleikarnar hjá virkinum at útvega nóg nógva rávøru. Hetta ger, at arbeiðið á virkinum er alt ov óstøðugt.

Framleiða til Suðurevropa
Tá mest er at gera, eru eini 60 fólk til arbeiðis, men av tí at rávørutilgongdin er so óstøðug, eru tey stundum munandi færri í tali.

Sandoy Seafood keypir frystan tosk frá trolaranum Akrabergi og úr Noregi umframt upsa, hýsu og tosk frá heimaflotanum umvegis fiskamarknaðin á Toftum.

Toskurin verður lættsaltaður, meðan upsin og hýsan verða skorin til flak.

Øll vøran verður í høvuðsheitum seld til matstovur í suðurevropeisku londunum.

Gerhard Lognberg heldur, at tað hevði komið væl við hjá virkinum, um landið hevði kunnað latið virkinum eitt sindur av makreli í sín lut at býtt um við tosk úr Barentshavinum. Hetta hevur tó ikki borið til higartil, harmast hann um.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Besta úrslitið í 18 ár
Spurdur, hvussu hann er nøgdur við gongdina hjá Sandoy Seafood higartil, síðani yvirtøkuna fyri tveimum árum síðani, viðgongur Óli Nattestad, at talan hevur verið um eina avbjóðing.

- Fyrsta árið, sum bara fevndi um tað seinna hálvárið, vísti roknskapurin eitt yvirskot upp á slakar tríggjar miljónir krónur, og hetta var samstundis besta úrslitið hjá virkinum í 18 ár!

- Í fjør afturímóti var talan um eitt hall upp á 2,8 mió. kr. Hetta komst fyrst og fremst av koronustøðuni. Lidnu vørurnar hópaðu seg upp í goymsluni, tí knappliga vóru ongir keyparar. Teir lótu allir aftur ein fyri ein vegna koronuna.

- Haraftrat gjørdu vit ymsar út- og umbyggingar á virkinum í fjør.

- Hvussu síggja so útlitini út fyri í ár?

- Nei, tað sær heldur onki út í ár. Vit hava longu lagt fyrra hálvár afturum okkum, og keypararnir eru ikki raknaðir reiðiliga við aftur enn. Sleppa vit við einum nulli í ár, so haldi eg ikki, at vit skulu lata illa at.

Keyptur út fyri hálva miljard
53-ára gamli Óli, sum varð dóptur Ole eftir abba sín, tók skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla (nú Vinnuháskúlin) í 1988.

Fýra ár frammanundan byrjaði sjómanslív hansara, eftir at hann var farin úr fólkaskúlanum.

Hann er føddur á Tvøroyri í 1968. Fyrstu fýra árini búði hann í Hvalba. Síðani flutti familjan til Skálavíkar, haðani mamma hansara er ættað.

Í 1985 fór hann til Danmarkar at sigla, og flutti stutt eftir til Hirtshals at búgva.

Har varð hann í mong ár partur av reiðarínum Ruth saman við einum øðrum kendum føroyingi har niðri, Gullak Madsen.

Eftir at hava verið sjómaður í 32 ár, fór hann í land í 2015, og tvey ár seinni varð hann keyptur úr Ruth-reiðarínum fyri umleið hálva miljard.

Eigur í fleiri fyritøkum
Síðani hevur hann rikið sína egnu íleggjarafyritøku saman við konuni.

Tey eiga í dag í fleiri ymiskum feløgum kring um í Danmark umframt í Sandoy Seafood og Nemliga í Føroyum.

Hvussu nógvum feløgum, tey eiga í tilsamans, visti hann ikki at siga upp á standandi fót, tá vit tosaðu við hann fyrr í vikuni.

Men hetta er eitt virksemi, sum honum dámar væl og ætlar at halda fram við, so leingi hugurin er til tess.

Nattestad-hjúnuni hava bygt sær hús í Havn, men hava tó ongar ætlanir um at flyta aftur til Føroya.

- Vit vilja bara hava okkara egnu hús at koma heim til, tá vit vitja í Føroyum, sigur Óli Nattestad vælhýrdur.

Hann er við á hvørjum nevndarfundi á Sandoy Seafood, og stóra takið hjá teimum í framtíðini verður at tryggja virkinum eitt betri og sunnari tilverugrundarlag, staðfestir hann at enda.

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang 

SANDOY SEAFOOD

  • Staðseting: Skopun
  • Eigarar: Óli og Ann-Dorith Nattestad, Hirtshals
  • Nevnd: Gerhard Lognberg, formaður, Óli Nattestad, Hedvig Winther og Jógvan EliasWinther Poulsen
  • Stjóri: Martin Olsen
  • Fíggjarleiðari: Hedvig Winther


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

3
Leygardagur 10. juli 2021

Bárður klárar seg ikki í kappingini móti Akseli

Spyr.fo: Valskeiðið er hálvrunnið, men einki røkist fyri eini løgmanseffekt í spurninginum um hvønn veljarin vil hava til løgmann eftir komandi val

Bárður á Steig Nielsen vinnur ikki inn aftur á undangongumann sín í spurninginum um hvør skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast Bárður á Steig Nielsen hevur sitið sum Føroya løgmaður í út móti tveimum árum skjótt, so er onki, sum bendir á, at vaksandi undirtøka er fyri honum sum løgmansevni – heldur tvørturímóti.

Tað er framvegis nógv flestir føroyingar, sum vilja hava formann Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen at vera løgmaður.

Veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í undanfarnu viku vísir, at sitandi løgmaður ikki fær nakran fyrimun av sokallaðu løgmanseffektini, sum ofta hevur verið galdandi – hetta við, at sitandi stjórnarleiðari hevur ein fyrimun í kappingini við hinar biðlarnar til embætið.

Sigast skal tó, at undirtøkan hjá hvørki núverandi ella fyrrverandi løgmanni, er eins stór og hon fyrr hevur verið, men framvegis eru tað bert hesir báðir, sum eru veruligir biðlar til løgmanssessin.

Ein góður triðingur av Føroya fólki, 34,8 prosent, halda, at Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval.

26,8 prosent siga Bárður á Steig Nielsen. Hjá Aksel er talan um ein lítlan vøkstur í mun til seinastu kanning fyri trimum mánaðum síðani og fyri Bárð eina lítla afturgongd. Í báðum førum er talan um eina munandi afturgongd í mun til, tá sami spurningur varð settur 26. november í fjør, sí talvu herundir.

Hinvegin er undirtøkan vaksandi fyri hinar báðar formenninar í teimum størru flokkunum, Høgna Hoydal í Tjóðveldi og Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum.

12,8 prosent peika á formann Tjóðveldis og 7,8 prosent á formann Fólkafloksins. Báðir hava eina lítla, men støðuga framgongd.

Kanningarúrslitið fyri teir tríggjar smáu flokkarnar eru so lág, at tey liggja undir óvissuna, sum er fyri hesa kanningina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

4 Leygardagur 10. juli 2021

BankNordik hækkar negativu rentuna

Samstundis lækkar eisini upphæddin, sum verður undantikin negativa rentu – ístaðin bjóðar bankin samansparingarkontu við 0 prosent í rentu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

BankNordik broytir nú skipanina við negativari rentu eitt sindur. Samstundis sum upphæddin, ið verður undantikin negativa rentu, verður lækkað, hækkar negativa rentan eisini eitt vet. Í fráboðanini hjá bankanum siga tey, at negativa rentan lækkar, men tað skal skiljast soleiðis, at bankin nú fer at taka meira í rentu fyri at hava pengar innistandandi.

Broytingin fær gildi pr. 16. august.

Bankin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

“Tann 16. august broyta vit innlánsrentur og prísir og fara samstundis undir at bjóða eina nýggja samansparingarkontu uttan negativa rentu. Eisini verður talið av sjálvtøkum kring landið tillagað.

Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum hava við sær, at innlánsrentan nú verður lækkað. Broytingarnar verða gjørdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið vit hava av innlánum hjá kundunum.

Tann 16. august verður hetta galdandi:

  • Rentan á innlánum hjá privatkundum verður broytt úr -0,60% til -0,75%.
  • Upphæddin, ið er undantikin negativari rentu verður broytt úr 350.000 kr. til 150.000 kr.
  • Tað fer at bera til at hava tríggjar vanligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer upp um ávikavist 100.000 kr., 25.000 kr. og 25.000 kr.
  • Rentan á pensjónskontum verður broytt úr -0,60% til -0,75% frá fyrstu krónu.
  • Børn og ung undir 29 ár eru framvegis undantikin negativari rentu.”

12 mánaða uppsøgn og 0% rentu
Sum nakað nýtt bjóðar BankNordik sínum privatkundum eina samansparingarkonto við null prosent í rentu.

Hetta er galdandi fyri innlán millum 100.000 og fimm milliónir krónur. Kontan hevur 12 mánaða uppsøgn, og í minsta lagi 100.000 krónur skulu setast inn á kontuna, sum sambært bankanum er “væl egnað til teirra, ið vilja binda peningin í minst 12 mánaðir og samstundis sleppa undan at gjalda negativa rentu”.

Onki verður upplýst um, hvat kundin skal gjalda fyri at fáa pening av kontuni í uppsagnartíðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

5

Størv

Verkætlanarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Farloyvisstarv til bókhaldið hjá Poul Hansen samtakinum

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

KT-verkætlanarleiðari til TAKS

Meira Umsóknarfreist: 16. apríl 2024

Kom í SKRIVSTOVULÆRU hjá okkum

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Meira Umsóknarfreist:

Húsasmiður

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Pakkifólk til Krás

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

Vísindastarv í KT-trygd til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 15. apríl 2024

Byggifrøðingur ella verkfrøðingur til sýnsøkið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Lærlingur til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024
6 Leygardagur 10. juli 2021

BankNordik letur aðru hvørja sjálvtøku aftur

Frá 16. august hevur stóri bankin átta sjálvtøkur eftir – tríggjar í Havn og fimm uttan fyri Havnina

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er kostnaðarmikið at reka sjálvtøkur við reiðum peningi, og av tí at nýtslan av reiðum peningi er alsamt minkandi, hevur BankNordik gjørt av at lata helmingin av teimum núverandi 16 sjálvtøkunum aftur.

Frá 16. august verður sostatt ikki longur møguligt at taka reiðan pening út í sjálvtøkunum hjá BankNordik á Toftum, Strondum, Kollafirði, Hoyvík, Hornabø í Havn, í Vági, á Eiði og á flogvøllinum.

- Seinastu árini hava vit staðfest, at nýtslan av reiðum peningi er minkað munandi, og kundarnir eru í alsamt størri mun farnir at gjalda við gjaldskorti, Apple Pay og Google Pay. Henda líðandi atferðarbroyting hevur við sær, at nógvar av sjálvtøkunum í dag verða lutfalsliga lítið brúktar, skrivar bankin í fráboðan í dag.

Frá 16 august hevur bankin hesar átta sjálvtøkur:

Við høvuðsdeildina á Oknarvegi í Havn
Í SMS í Havn
Á Áarvegnum í Havn
Við deildina í Klaksvík
Við deildina í Saltangará
Við deildina á Tvøroyri
Í Skopun
Í Sandavági


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

7 Leygardagur 10. juli 2021

BankNordik hækkar 39 ymisk tænastugjøld

Onkur gjøld hækka við heilt upp í 400 prosent – broytingarnar fáa gildi frá 16. august

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samstundis sum BankNordik boðaðr frá, at privatkundar skulu rinda meira negativari rentu og afturlatnum sjálvtøkum, boðar bankin eisini frá rættiliga stórum príshækkingum á eini røð av tænastugjøldum at galda frá 16. august.

Talan er um 39 tænastugjøld, sum øll hækka munandi – úr 11 prosentum upp í 400 prosent, ella ein fimmfalding.

Størsta hækkingin er árliga kontugjaldið fyri eina gjaldoyrakontu, sum hækkar úr 100 krónum upp í 500 krónur og fyri skundflyting í netbankanum fyri bæði privat og vinnu, sum hækkar úr 2 krónum upp í 10.

Tað er eisini ein hækking, sum ikki ber til at rokna út í prosentum, nevniliga gjaldið við inngjaldskorti/giro á netbankanum, sum nú fer at kosta 5 krónur – í løtuni er hetta ókeypis.

Ein onnur fleirfalding í tænastugjaldinum er útgjald úr sjálvtøkunum fyri NordikBørn, NordikUng og NordikSolo, sum hækkar úr 1,5 til 5 krónur.

Trý gjøld hækka við 150 prosentum úr 2 til 5 krónur, nevniliga útgjald í sjálvtøkum, vanlig flyting í Netbankanum og flyting sama dag fyri vinnukundar.

Hesar tænastur tvífaldast: Útgjald við kassan, inngjald á egna kontu úr 25 til 50 krónur og gjald fyri lønarflyting og fastur lønarordri, sum hækka úr 20 til 40 krónur “pr. lønarlinju”.

Yvirlitið fyri príshækkingarnar sæst her   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

8 Leygardagur 10. juli 2021

Vil hava løgmann at avlýsa drotningavitjanina

Drotningin verður eftir ætlan í Føroyum frá 14. juli til 19. juli, men nú heitir Bjarni Kárason Petersen á landsstýrið um at avlýsa vitjanina. Hetta orsakað av smittustøðuni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Havandi í huga ta smittustøðu, sum føroyska samfelagið er í, verður heitt á landsstýrið um at avlýsa ætlaðu drotningarvitjanina, ið eftir ætlan skal vera frá 14. juli til 19. juli.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, tinglimir fyri Framsókn, í skrivi til miðlarnar.

Drotningin skal ferðast víða um í landinum, og helst vera stórar fólkamongdir savnaðar orsakað av hesum.

- Fyriskipararnir av G! festivalinum hava tikið avgerð um at avlýsa festivalin, fyri at fylgja tilmælunum hjá landsstýrinum. Landsstýrið ætlar hetta sama vikuskifti at vera vertir fyri einum ferðaliðið sum skal koma í tætt samband við føroyingar kring alt landið yvir eitt 6-daga tíðarskeið. Hetta hóast smittutølini hava verið ørkymlandi seinastu dagarnar, og at tamarhald ikki er á smittuni. Heilsufakliga er tað tískil ikki forsvarligt at eitt útlendskt ferðalið ferðast tvørtur um alt landið innan so stutta tíð fyri at heilsa uppá mannamúgvu fyri og aðrari eftir, og er tað heldur ikki í tráð við tilmælini hjá landsstýrinum.

- Um tilmælini hjá landsstýrinum frá 14. mai 2021 um at bert 500 fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum enn eru galdandi, vil undirritaði staðiliga mæla løgmanni til at avlýsa drotningarvitjanina, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

9 Leygardagur 10. juli 2021

G! festivalurin er avlýstur

Tað verður eingin G! festivalur í ár, boðaðu fyrireikararnir frá í hóskvøldið. - Ógreiða støðan og ágangurin frá myndugleikunum í seinastuni ger, at vit í dag kenna okkum kroyst til at hála í bremsuna, siga fyrireikararnir

(Mynd: G! festivalurin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað harmar okkum at boða frá, at G! festivalurin aftur í ár er avlýstur vegnu serstøku koronu-støðuna. Handfaringin hjá myndugleikunum av støðuni hevur verið vánalig. Ógreiða støðan og ágangurin frá myndugleikunum í seinastuni ger, at vit í dag kenna okkum kroyst til at hála í bremsuna.

Støðan hevur verið góð í føroyska samfelagnum og ljósið við endan av tunlinum var at hóma. Tí varð avgerð tikin í mai mánaði um at halda á við fyrireikingum til festivalin, sum skuldi vera 15.-17. juli. Tilmælini vóru tá framvegis, at í mesta lagi 500 fólk kundu samlast, men eingi greið boð vóru at fáa frá myndugleikunum um væntaðu støðuna í summar, hóast einki smittuútbrot hevði verið seinastu 4 mánaðirnar.

Samstundis tók landsstýrið avgerð tann 14. mai um at linka um tilmælini fyri ferðandi, ið komu til Føroyar. Sóttarhald í 4 dagar varð broytt til heimauppihald, har ferðandi frítt kundu fara út á matstovu at eta, og smittan fekk fríari ræsur at koma innaftur í samfelagið.

- Vit harmast øgiliga nógv um støðuna og høvdu ynskt at kunna hildið festival saman næsta vikuskifti, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G! Festivalinum. Men sum støðan er kenna vit okkum noydd til at avlýsa festivalin aftur í ár. Vit kunnu bara staðfesta, at landsstýrið valdi at lukka føroyska summarið fyri at gera lívið eitt sindur lættari hjá ferðandi, ið komu til Føroyar.

Seinastu dagarnir eru smittutilburðirnir vaksnir nógv. Tí kenna nógv fólk seg ótrygg, og vandin fyri smittuspjaðing vaksur dag um dag. Tí er eisini sannlíkt, at Føroyar enda á reyða lista hjá øðrum londum ein av komandi døgunum. Hetta ger tað trupult hjá útlendskum bólkum at koma til Føroyar at spæla, tí tey verða tvungin í sóttarhald, tá tey fara heimaaftur. Alt hetta ger, at G! festivalurin er noyddur til at avlýsa festivalin í ár.

Samstundis sum tiltøk innan ítrótt og Ólavssøkan mestsum einki hoyra fyri at samla langt omanfyri 500 fólk, hava myndugleikarnir lagt hart út eftir tónleikafestivalum í summar. Tað seinasta stráið fall, tá løgmaður í dag bjóðaði at endurrindað útreiðslur hjá tónleikafestivalum, aftur fyri at hesir avlýsa síni tiltøk í summar. Øll, ið hava keypt sær atgongumerki til G! festivalin, fáa tí endurgoldið sítt atgongumerki, so skjótt sum landsstýrið hevur útgoldið pengarnar til hetta.

G! festivalurin kemur sterkt aftur tann 14.-16. juli í 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

10 Leygardagur 10. juli 2021

Fara at geva tónleikafestivalum koronustuðul fyri at avlýsa

Landsstýrið fer at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við tilmælini um at fyribyrgja koronu

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmælini um at fyribyrgja covid-19.

Tí verður ein lóg um stuðul til tónleikafestivalar í sambandi við covid-19 løgd fyri løgtingið, boðaði landsstýrið frá í tíðindaskrivi seinnapartin hósdagin.

- Vit eru í hægstu summartíð, og mongu áhugaverdu og fjølbroyttu tónleikafestivalarnir kring landið myndað í stóran mun hesa ársins tíð. Hevur koronustøðan við sær, at tað er neyðugt at avlýsa tónleikafestivalar, er talan um ein fíggjarligan smeit hjá fyrireikarunum. Hesa støðuna vilja vit í landsstýrinum bøta um, so at smeiturin ikki verður so dyggur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Uppskotið um stuðul til tónleikafestivalar, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri løgtingið, verður eftir sama leisti, sum í fjør.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

11 Leygardagur 10. juli 2021

Gevast at kanna við markið 1. august

Farsóttarnevndin metir, at tað er ráðiligt at sleppa kravinum um kanning tá, tí vit tá standa á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. august verður kravið um at lata seg kanna við markið til Føroya slept, hevur farsóttarnevndin gjørt av.

Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31. juli ikki longur skulu lata seg kanna.

Yvirskipaða metingin er, at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí tá standa vit á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum, skrivar corona.fo.

Broytist smittustøðan grundleggjandi, eitt nú við smittsama Delta-fyribrigdinum, er tó ikki óhugsandi, at kravið um at lata seg kanna við markið, aftur verður sett í verk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021

12 Leygardagur 10. juli 2021

84 prosent ikki samd við landsstýrið

Ein stórur meiriluti heldur ikki, at tað er rætt at gevast við koronukanningunum við landamørkini 1. august. 7.000 fólk atkvøddu á Portalinum fríggjadagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár, fríggjadagin var møguligt hjá lesarum á Portalinum at svara spurninginum, um ein heldur tað vera rætt at gevast við at kanna við landamørkini tann 1. august.

Beint yvir 7.000 brúkarar svaraðu, og ein stórur meiriluti er ósamdur við tí, sum landsstýrið annars hevur lagt út í kortið við at gevast 1. august.

Heili 84 prosent siga nei, og vilja hava kanningarnar at halda fram eftir 1. august, meðan bara 16 prosent siga seg vera samd við landsstýrinum, og halda at tað er nóg leingi.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

13 Leygardagur 10. juli 2021

CoronaVitan: - 14 morð framd í Føroyum við koppsetingunum

Umstrídd Facebooksíða vil vera við, at 14 fólk í Føroyum eru deyð av koppingarevni móti koronu. 11 av teimum verða nevnd við navni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru ikki hissini skuldsetingar, sum Facebooksíðan CoronaVitan førir fram í hesum døgum. Í einari støðudagføring tann 3. juli vil hendan síðan vera við, at 14 fólk í Føroyum hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini, og skuldsetir myndugleikarnar fyri morð.

Á síðuni er eisini listi við 11 navngivnum persónum, sum skulu hava latið lív orsakað av koronukoppsetingini. Eisini verður sagt, at trý deyðsføll eru staðfest á eldrasambýli eftir prikið, men í hesum førum verða nøvnini ikki kunngjørd.

- Skal Føroya fólk bara góðtaka, at landsins leiðsla beint nú roynir at drepa landsins borgarar. Og at teir royna at skava útyvir hesi morð við at misnýta teirra makt yvir stóru føroysku miðlunum, løgregluni og rættarskipanini, verður spurt.

- Fólk verða dripin av prikinum, men tað vit tíanverri síggja er, at avvarandi hjá teimum dripnu als ikki reagera uppá hesi dráp. Tey hava til nú verið púra passiv, sigur Coronavitan.

- Man tað verða orsakað av óvitinheit um hvat teirra rættur er, tá ein av teirra nærmastu verður dripin í samband við eitt medicinskt eksperiment, sum teir nú deyðu ”forsøgspersónarnir” ikki hava skriva undir samtykki til at luttaka í. Ella kann tað kanska hugsast, at tey dripnu ongan góðan høvdu. CoronaVitan velur at trúgva, at tað helst er tað fyrra.

Í viðmerkingunum undir støðudagføringini eru nógv sum ilskast inn á Coronavitan. Eitt nú nøkur av teimum avvarandi, sum siga seg vera í sorg og vilja vita hvør tað er, sum stendur aftanfyri síðuna.

Tað fæst ikki at vita hvør tað er, sum umsitur CoronaVitan síðuna, men í viðmerkingunum til skrivið stendur at hetta er “eitt netverk av fólki, sum hevur sum evsta mál, at verja Føroya fólk móti ágangi frá myndugleikum og upplýsa fólk um sannleikan viðvíkjandi corona”.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

14 Leygardagur 10. juli 2021

Koppsetingarætlanin framskundað tvær vikur

Øll hava væntandi fingið tilboð um fyrsta prikið áðrenn ólavsøku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Koppsetingarbólkurin undir Heilsumálaráðnum hevur nú dagført koppsetingarkalendaran samsvarandi fráboðan um, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur boðað frá, at fleiri koppingarevni fara at koma til Danmarkar, enn roknað varð við. Hetta merkir somuleiðis, at fleiri koppingarevni koma til Føroyar í næstum.

Við grundarlagi í hesum metir Koppsetingarbólkurin, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34, sum er 23. til 29. august. Hetta boðaði Koppsetingarbólkurin frá mánadagin.

Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett tvær vikur seinni. Tað vil siga, at tíðarætlanin er framskundað tvær vikur, og øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Í Danmark eru tey eisini farin undir at koppseta børn niður í 12 ára aldur – hetta fyri at tryggja floksórinið. Enn hevur føroyska serfrøðin á økinum ikki tikið støðu til um tað er ráðiðigt at koppseta føroyingarnar í aldursbólkinum 12-15 ár.

Arbeitt verður við málinum, verður sagt í fráboðanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

15 Leygardagur 10. juli 2021

Soleiðis virkar flokkimmunitetur

Covid-19 koppsetingarbólkurin hevur sent út eina frágreiðing um floksórin

 
SkrivaÐ:

Innsent

Tá føroyska fólkið hevur fingið flokkimmunitet ímóti koronu, er ikki longur vandi fyri ógvusligum útbrotum, har sjúkan spreiðir seg uttan tamarhald. Men flokkimmunitetur merkir tó ikki, at ongin tá kann gerast sjúkur longur.

Vit laða okkum varðar á leiðini í verjuni ímóti koronu og niðurberjingini av farsóttini. Vit merkja okkum teir rundu dagarnar, fyrst tá tíggju prosent av okkum vórðu koppsett, síðani 20 prosent, triði hvør og so framvegis. Og nú hava 58 prosent av øllum føroyingum fingið fyrsta prikið, og sløk 40 prosent hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Tað er at frøast um, at tað hevur gingið so væl at koppseta so nógvar føroyingar, uttan at sjúkan veruliga er sloppin at fáa fastatøkur í Føroyum. Og við fáum undantøkum eru tey, sum kortini eru blivin sjúk, sloppin væl – tey eru komin væl fyri seg aftur.

Málið er tó flokkimmunitetur, sum er tann stóri varðin á leiðini. Tí tá tað málið er rokkið, missir sjúkan takið og fer so líðandi at hvørva.

Tá tað snýr seg um koronu, COVID-19, hevur verið sagt, at flokkimmunitetur er rokkin, tá 70-75 prosent av fólkinum er koppsett. Nýggj meira smittandi frábrigdi av virusinum, til dømis tað sonevnda deltafrábrigdið, hava tó fingið donsku heilsumyndugleikarnar at ivast í, um 70-75 prosent er nóg mikið. Tí hevur Sundhedsstyrelsen mælt til, at ung í aldursbólkinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett. Koppsetingarbólkurin hevur ikki tikið støðu til, um tey í aldursbólkinum 12-15 ár skulu fáa tilboð um koppseting. Arbeitt verður við málinum

Men hugtakið flokkimmunitetur verður ofta misskilt
Tað liggur í orðinum, at flokkimmunitetur verjir fjøldina. Prinsippið er einfalt at skilja: Tess fleiri fólk í einum landi ella avmarkaðum øki hava andevni ímóti eini smittandi sjúku, til dømis koronu, tí tey eru koppsett ella longu hava verið sjúk, tess minni eru sannlíkindini hjá ókoppsettum fólki at renna seg í fólk, sum eru sjúk og tískil kunnu smitta.

Tá flokkimuniteturin er rokkin, eru hesi sannlíkindini vorðin so smá, at tey flestu, sum kortini verða smittað, verða frísk aftur uttan at hava smittað nakran annan. Tá doyr smittan spakuliga út. Tað kann samanberast við ein vatnbrunn, tá turkur er – tað rennur meira úr brunninum enn í hann, og tí tømist hann.

Smittan doyr tó ikki út beinanvegin, tá flokkimmuniteturin er rokkin. Og sjúkan kann vitja aftur, til dømis í sambandi við ferðing. Tí er vert at geva gætur, at flokkimmunitetur als ikki merkir, at ongin longur kann gerast sjúk/-ur. Er eitt fólk ikki koppsett ella ikki longu hevur havt koronu, so hevur tað ikki andevni ímóti sjúkuni. Tí kann tað saktans verða smittað og gerast sjúkt, sjálvt um alt fólkið samlað sæð hevur rokkið markinum fyri flokkimmuniteti.

Tað er tí skeivt at halda, at einum ikki nýtist at koppsetast, men at tað er nóg mikið bara at ansa væl eftir ikki at gerast sjúk/-ur, áðrenn fjøldin hevur fingið flokkimmunitet, tí tá fer hann at syrgja fyri hundrað prosent verju.

Tað fer hann ikki. Flokkimmuniteturin ger sannlíkindini fyri smittu minni og forðar fyri ógvusligari smittuútbreiðslu, men ert tú ókoppsett/-ur og so óheppin at koma í samband við ein, ið ber koronusmittuna, so er stórur vandi fyri at fáa koronu, sama um fólkið annars hevur flokkimmunitet

COVID-19 koppsetingarbólkurin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

16 Leygardagur 10. juli 2021

Løgreglan fingið betri umstøður

Politistøðin á Trapputrøðni er nú tikin í nýtslu - sí myndirnar

Alarmsentralurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir rættiliga drúgva umbygging, var nú endiliga klárt hjá løgregluni í Føroyum at flyta inn í nýggju støðina, sum er innrætta í um- og útbygda bygninginum á Húsagøtu, sum upprunaliga varð bygdur at vera høvuðssæti hjá Sjóvinnubankanum.

Bygningurin er umbygdur fyri upp móti 140 milliónir krónur, og arbeiðið gjørdist rættiliga nógv drúgvari enn upprunaliga mett.

Men nú hava føroysku løgreglufólkini so fingið heilt góðar umstøður. Løgregluliðið hevur ikki havt ein bygning, ætlaðan til endamálið, síðan tey máttu flyta út úr støðini í J. Broncksgøtu vegna blámusopp fyri fleiri árum síðani.

Hesa tíðina hevur løgreglan hildið til í sama bygningi úti við Strond, sum Fiskimálaráðið húsast í.

Nógvir framkomnir hentleikar eru í nýggju støðini. Eitt nú er alarmsentralurin so væl útgjørdur tøkniliga, at talan er um mest framkomna av sínum slag í danska ríkinum, verður sagt.

Starvsfólkaumstøðurnar eru eisini góðar við stórari matstovu til tað eftirhondini stóra liðið av løgreglu- og umsitingarfólki, sum arbeiðir hjá landsfútanum.

Í kjallarahæddini eru eisini fýra klivar, so tað ikki longur er neyðugt at koyra fólk, ið eru eru handtikin í høvuðsstaðnum, til Klaksvíkar fyri eitt nú at sova rúsin av sær, ella bíða eftir at stillast fyri dómara.

Í tilknýti til nýggju støðina er eisini ein innilokaður parkeringskjallari, so stóri flotin av løgregluakførum kann standa innandura, nakað, ið eisini verður hildið at vera hent, tá fólk skulu takast inn á støðina.

Fríggjadagin var stóri flytingardagurin, og í dag var fyrsti vanligi arbeiðsdagurin í nýggja høvuðssætinum hjá fólkunum, sum starvast undir Michael Boolsen, landfúta, og Steen Nørskov, chefpolitiinspektøri, á Trapputrøðni.

Myndirnar herundir hevur Jens Kr. Vang tikið 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

17 Leygardagur 10. juli 2021

Nú eru yvir eitt prosent av bilunum el-drivnir

Verða hybridbilar taldir við, so eru 2,1 prosent av bilaparkini nú grøn

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað síggjast alt fleiri ravmagnsdrivin akfør á føroysku vegunum. Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Akstovuni, vóru pr. 1 juli í ár 460 skrásettir el-bilar í Føroyum.

Hetta svarar til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini, sum taldi 40.973 tá árið var hálvrunnið.

Harafturat koma hybridbilarnir, sum nú verða skrásettir fyri seg í hagtølunum hjá Akstovuni.

Pr. 1. juli vóru tilsamans 419 hybridbilar. Av teimum vóru 276 við bensinmotori umframt tí elektriska, 63 við dieselmotori og so 80 sokallaðir plug-in hybridbilar við bensinmotori. Hetta merkir, at bilarnir eisini kunnu løðast beinleiðis, eins og ‘reinir’ el-bilar.

Verður talið av el-bilum og hybridbilum lagt saman, so er talan um at hesin grøni bólkurin telur tilamans 2,1 prosent av samlaðu bilaparkini.

Tað hevur verið ein markantur vøkstur av skrásettum ravmagnsbilum í ár. Við ársbyrjan var talið 351, og sostatt øktist talið við 109 fyrra hálvár í ár. Úr 0,9 til 1,1 prosent av samlaðu bilaparkini.

Økingin av hybridbilum sæst ikki aftur í hagtølunum, tí hesir ikki eru útgreinaðir í undanfarnum hagtølum.

Talið av bensinbilum øktist fyrra hálvár við 104, so teir nú eru 20.009 tilsamans. Hinvegin fækkaðust dieselriknu bilarnir við átta, úr 15.505 niður í 15.496.

Lutfalsliga mongdin av bensinbilum lækkaði úr 49,4 niður í 48,8 prosent frá ársbyrjan til 1. juli, meðan dieselbilarnir lækkaðu úr 38,5 niður í 37,8 prosent av samlaðu bilaparkini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

18 Leygardagur 10. juli 2021

313 fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum hevur givið 313 av teimum 455 umsøkjarunum tilboð um lestrarpláss

(Mynd: Setur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tey hava havt úr at gera seinastu dagarnar á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. 455 umsóknir hava verið undir luppinum, og fyrrapartin var so komið á mál, tá tilsamans 313 høvdu fingið tilboð um at fara undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum eftir summarsteðgin. 

234 menn og kvinnur hava fingið í boði at byrja bachelorlestur, 74 kunnu taka av lestrarplássi á master og fimm á hjánámi.

Í 2019 fingu 286 tilboð um lestrarpláss á Setrinum, í 2020 var talið 331, og í ár fáa altso 313 tilboð um lestrarpláss, tá lestrarárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

[object Object]

Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

19 Leygardagur 10. juli 2021

289 blómutyssi á Tinghúsvøllinum

Fyri at minnast tey 289, sum hava latið lív í ferðsluvanlukku í Føroyum, vóru blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin sunnudagin

(Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tíðliga sunnumorgunin 4. juli vórðu 289 blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin í Havn. Hetta er í sambandi við minningardag teirra deyðu í ferðsluni. 289 fólk eru deyð í ferðsluni í Føroyum.

Fyrsti sunnudagur í juli er dagurin, har steðgað verður á fyri minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Hesaferð var tað skipað eitt sindur øðrvísi við at leggja blómutyssi á Tinghúsvøllin.

Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum.

[object Object](Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021

20 Leygardagur 10. juli 2021

Norðmaður skuldsettur fyri at órógva grindadráp við dronu

Førarin av dronuni sum skotið varð eftir, er nú skuldsettur fyri at órógva drápið í Hvannasundi

Hvannasund 27. juni 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein norðmaður er skuldsettur fyri at órógva grindadráoið í Hvannasundi, sum var sunnudagin 27. juni. Hann lat dronuna flúgva yvir einari mannamúgvu meðan drápið fór fór fram.

Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá løgregluni sigur við útvarpið, at maðurin ikki hevði loyvi, sum krevjast til slika flúgving nær einum grindadrápi.

Løgreglan hevur dronuna í varðveitslum, og hon skal brúkast sum prógv í málinum.

Politiið hevur ikki skuldsett nakran fyri at skjóta eftir dronuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

21 Leygardagur 10. juli 2021

Jóanis Erik Køtlum gevst sum heilsustjóri í Grønlandi

Hevur røkt starvið í eitt ár á hesum sinni

Jóanis Erik Køtlum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jóanis Erik Køtlum gjørdist ikki drúgvur í starvimum sum ovasti leiðari fyri grønlendska heilsuverkinum á hesum sinni.

Sermitsiaq skrivar, at føroyingurin í grønlendska toppstarvinum støðgar í starvinum síðst í august. Ella Skifte, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, tekur fyribils yvir í starvinum.

Jóanis Erik Køtlum varð settur stjóri í grønlendska heilsuverkinum í fjør. Hann hevur fyrr røkt starvið í tíðarskeiðinum 2012 til 2016. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

22 Leygardagur 10. juli 2021

Málráðið valt av nýggjum

Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, hevur tilnevnt nýtt málráð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt nýtt Málráð fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 til 30. juni 2025.

Hesi eru tilnevnd:

  • Helena Kannuberg, forkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Føroyamáli.
  • Randi Kúrberg, næstforkvinna, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Námi.
  • Eyðun á Borg, lærari, eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
  • Meifríð Weihe Hansen, heilsurøktari, undirvísir í teknmáli, eftir tilmæli landsstýrismanninum.
  • Johan Blábjørg, fríyrkis teknmálstulkur og undivísir í teknmáli, eftir tilmæli frá Deyvafelagnum/Felagnum HOYR.
  • Rakul Skaale Andreasen, MA í føroyskum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
  • Theodor E. Olsen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini.
  • Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya.
  • Heri J. Joensen, teologur, prestur, eftir tilmæli frá Navnanevndini.
  • Bergur Rasmussen, lærari, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya.
  • Lena Reinert, vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, BA í føroyskum, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.

Málráðið verður sett sambært lóg um málráð og telur ellivu limir. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og landsstýrismaðurin velur sjálvur tvey umboð, og hann tilnevnir millum allar limirnar formann og næstformann. Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Skipanin skal tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir.

Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, undir hesum føroyska teknmálið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

23
Leygardagur 10. juli 2021

Lítið av yngli á landgrunninum í ár

Á landgrunninum er hetta fjórða árið á rað, har nøgdirnar av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli eru undir miðal. Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av bæði toska- og hýsuyngli yvir miðal og tær størstu í langa tíð

Nøgdin av toskayngli er tann størsta síðani 2001 og av hýsuyngli tann størsta síðani 2005
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningarnar gjørdar á landgrunninum og Føroyabanka.

Úrslitini í ár vístu, at lítið er av yngli á øllum landgrunninum. Yngulin er eisini smáfallandi, men tað er vanligt, tá lítið er til. Á landgrunninum er hetta fjórða árið á rað, har nøgdirnar av toska-, hýsu-, hvítingsbróður- og nebbasildayngli eru undir miðal.

[object Object]

Gróðurmátingar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin á landgrunninum hevur verið sera lítil higartil í ár. Tað er eitt greitt samband millum gróður á landgrunninum og bæði nøgd og stødd av yngli, og hetta er helst orsøkin til, at yngulin á Landgrunninum ikki er væl fyri í ár - hvørki í stødd ella nøgd.

Á Føroyabanka var hugaligt at staðfesta, at nøgdirnar av bæði toska- og hýsuyngli eru yvir miðal. Nøgdin av toskayngli er tann størsta síðani 2001 og av hýsuyngli tann størsta síðani 2005. Nøgdin av nebbasild var tó undir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal fyri øll trý sløgini (talva 1). Toskayngul var fingin á 14 av 15 kanningarstøðum á Føroyabanka, men nógv tað mesta var mitt á bankanum.

[object Object]

Yngulkanningar hava verið gjørdar á landgrunninum síðani 1983 og hava til endamáls at kanna yngulin frá gýtingini í ár og fáa fyrstu ábendingarnar um árgangstyrki hjá toski á landgrunninum og Føroyabanka.

Síðani 1989 hava umhvørvisviðurskifti í havinum eisini verið kannað á túrinum, t.e. hiti, salt, tøðsølt, gróður og djóraæti. Við hesum kanningum fæst ein fatan av bæði liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

24 Leygardagur 10. juli 2021

Seinasti radiotelegrafisturin farin úr starvi á Tórshavn Radio

Síðsta fríggjadag var fráfaringarhald fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur eftir meira enn 40 ár

(Mynd: Vørn)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 2. juli var fráfaringarhald á Tórshavn Radio fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur.

Poul J. hevur starvast á Tórshavn Radio síðan 1978. Poul J. var meira enn 40 ár á sama arbeiðsplássi, og tøkniliga er nógv broytt hesi seinastu 40 árini.

Tá Poul J. byrjaði starvaðust eini 16 telegrafistar á Tórshavn Radio og einar 55.000 til 60.000 samtalur vórðu avgreiddar um árið, so tað var ovmikið at takast við. Men sum tøknin mentist bleiv minni og minni tørvur á skipssamtalum, og fyri fáum árum síðani gavst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamtalur, skrivar Vørn.

Tøkniliga ber tað tó framvegis til. Tað verður sjálvdan nýtt, men av og á í samband við trygd kemur tað fyri, at lækni á landi verður umstillaður til eitt skip.

Telegrafistútbúgvingin er langt síðani farin í søguna, og í dag eru tað bara fólk við skipsføraraútbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio, skrivar Vørn.

– Poul J. er ein undirhaldari av Guðs náði. Tá, ið veitslur hava verið á skránni, er hann altíð klárur við eini yrking, og tær eru sanniliga góðar og skemtiligar. Og gittarin er altíð við. Vit vóna at hann eisini framyvir verður tøkur við eini góðari yrking og gittaranum. Vit takka Poul J. fyri hesi mongu árini og ynskja honum eina góða pensionistatilveru.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

25 Leygardagur 10. juli 2021

Tanum fær navnið Rescue LÍV

Hetta er sama navnið sum undanfarni bjargingarbátur. Í samband við at bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag verður navngivin av nýggjum verður alment tiltak seinnapartin leygardagin

Tanum skal navngevast av nýggjum (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri tveimum árum síðani keypti Havnar Bjargingarfelag bátin Tanum. Tað er avloysarin hjá Rescue LÍV.

Í dag, leygardagin 10. juli klokkan 15, fær bjargingarbáturin navnið Rescue LÍV. Í samband við navngevingina verður alment tiltak í og uttan fyri hølini hjá Havnar Bátafelag undir Bryggjubakka.

Høvið verður millum annað at síggja nýggja bátin, saman við aðrari útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag. 

Eisini verða røður, okkurt lætt til matna, Jens Marni fer at syngja og ymiskt gott verður til børnini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

26 Leygardagur 10. juli 2021

Angus Tórshavn letur upp í nýggjum hami

Angus letur upp aftur mánadagin. Pylsuvognurin á keiini og nýggja útvið-matstaðið Mungo lata eisini upp skjótt í sama bygningi

(Mynd: Angus Tórshavn)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum fleiri ivaleyst hava lagt til merkis, hevur matstovan Angus í Havn verið stongt vegna umvælingar síðan tíðliga í vár. Tað eru ikki smáar umvælingar, sum eru gjørdar. Angus er gjørt heilt um, og tvey nýggj matstøð eru løgd aftrat sama bygningi.

- Eftir langa bíðitíð, er tað ein sonn fragd at síggja, at Angus í Havn nú letur upp í nýggjum hami mánadagin 12. juli, sigur leiðarin, Sally Rasmussen.

- Føroyingar kunnu veruliga gleða seg til at royna tey nýggju, stásiligu hølini, sum bæði eru blivin størri og ljósari, enn tey vóru frammanundan.

Sally sigur, at tey gomlu hølini trongdu til eina kerliga hond, og við nýggju hølunum ber til at taka ímóti fleiri viðskiftafólkum.

- Við stóru hølunum kunnu vit eisini taka ímóti størri bólkum, og tað er sera viðkomandi, tá ið tað er onkur, ið skal hátíðarhalda ein serligan dag.

Tað sæst, at Angus stendur tætt við havnarlagið, tí hølini eru prýdd við reipum, ið sipa til tað maritima. Hetta verður undirstrikað við listaverkinum hjá Tóroddi Poulsen av bingjuskipinum, sum hongur við tey stóru, flottu vindeyguni.

- Tað eru lokal listafólk, Tóroddur Poulsen, Tróndur Patursson og Hansina Iversen, ið prýða veggirnar hjá Angus Tórshavn, og vit eru sera errin av, at vera í so fínum selskapi her á havnarlagnum. Soleiðis fáa viðskiftafólkini veruliga okkurt til allar sansir.”

Hóast nýggju hølini, so er innihaldið tað sama, sum viðskiftafólkini kenna, ”Tað var ikki neyðugt at broyta innihaldið, og sum amerikumenn siga: ”If it ain't broke, don't fix it’, og tað hava vit hildið okkum til. Tó hava vit lagt okkurt nýtt og spennandi afturat matskránni, so heildarupplivingin kann gerast enn betri.”, sigur Sally.

Hini nýggju matstøðini bíða tó nakað enn.

- Pylsuvognurin á kaiini, letur sjálvandi uppaftur til stóra frøi hjá fleiri, veit eg. Hetta verður eisini í nýggjum hølum, men við somu matskrá, og hetta kunna vit um, tá tað nærkast sigur Sally.

So er tað nýggja útvið-matstaðið, Mungo, sum eisini letur upp í sama bygningi.

- Fólk kunnu gleða seg til eina fjølbroytta útvið-matskrá, og vit gleða okkum til at avdúka, nær tað letur upp, sigur Sally.

Angus í Klaksvík verður somuleiðis umvælt í hesum døgum og skal eisini skifta høli.

- Angus í Klaksvík fer at vera har Jackson stóð fyrr, og vit gleða okkum til, at hølini vera klár, so viðskiftafólkini har norðuri eisini kunnu fáa líka góða heildaruppliving, sigur Sally, og leggur aftrat, at tey fara ikki at bíða leingi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

27 Leygardagur 10. juli 2021

Klaksvíkar Hermetik verður nú dagført

Sáttmáli varð í farnu viku undirskrivaður við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga rópt Bollafabrikkin – bygningurin verður settur í uppruna stand og snið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag skrivaði Klaksvíkar kommuna undir sáttmála við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga rópt Bollafabrikkin.

Arbeiðið, sum nú fer í gongd, er at skifta tak, klædning, vindeygu og hurðar, og harvið verður bygningurin settur í uppruna stand og snið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi.

Kostnaðurin fyri arbeiðið, sum eftir ætlan skal verða liðugt síðst í november, er beint undir tríggjar milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2021

28 Leygardagur 10. juli 2021

Tofta skúli: 1958-bygningurin skal klæðast

Arbeiðið varð boðið út í vár, og á bygdaráðsfundi í farnu viku varð samtykt at taka av lægra tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH á Toftum

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2008 varð flutt inn í nýggjasta partin av Tofta skúla. Ætlanin var eisini at gera munandi ábøtur á 1981-bygningin beinanvegin, men tað var ikki peningur til tað tá, og tí varð samtykt, at hetta mátti gerast stig fyri stig. Seinastu árini eru munandi ábøtur gjørdar í svimjihylinum eins og á útveggirnir á vestursíðuni í 1981-bygninginum.

Nývalda bygdaráðið í Nes kommunu, sum tók við í januar, ætlar eisini at fremja munandi ábøtur í skúlanum, men hetta má gerast stig fyri stig, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Staðfest er í eini støðulýsing av 1958-bygninginum, at hesin er ikki tættur og má tí klæðast, skrivar kommunan.

Í samráð við Teknistovuna í Gøtu varð arbeiðið at klæða útveggirnar á 1958-bygninginum útboðið millum tríggjar arbeiðstakarar í vár. Tá freistin at lata inn tilboð var farin 10. juni, vóru tvey tilboð komin.

Á bygdaráðsfundi tann 28. juni varð samtykt at taka av lægra tilboðnum á 842.835 krónur uttan MVG, sum var frá byggifyritøkuni KBH á Toftum.

Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast, og Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

29 Leygardagur 10. juli 2021

Tvøroyri bjóðar barnaansing í hálva tíð

Nýggja skipanin byrjar eftir summarfrítíðina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Foreldur í Tvøroyrar kommunu hava nú møguleika at fáa børn síni ansað í hálva tíð.

Býráðið á Tvøroyri samtykti herfyri eitt tilmæli frá fríggjarnevndini, um at bjóða barnaansing í stovninum Mýrifípuni í hálva tíð.

Sambært samtyktini er galdandi, at tilboðið skal vera í samráð við stovnsleiðaran, og verður hetta skipað í einari royndartíð frá tí at skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

Gjaldið fyri ansingina í hálva tíð, er ásett til at vera túsund krónur um mánaðin, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Kommunan ger vart við, at um ein ynskir at taka av tilboðnum, skal fráboðast ein mánaða frammanundan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

30 Leygardagur 10. juli 2021

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu bjóðast út av nýggjum

Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu skal bjóðast út av nýggjum. Kommunan bjóðar í hesum sambandi áhugaðum arbeiðstakarum, ella samtaki av arbeiðstakarum, at senda inn umbøn um undangóðkenning.

Arbeiðið fevnir um at umsita og reka bussleiðina í Tórshavnar kommunu tíðarskeiðið 2023-2030.

Tórshavnar kommuna ætlar at undangóðkenna tríggjar til fimm arbeiðstakarar, tó í minsta lagi tríggjar arbeiðstakarar, ið sleppa at lata tilboð uppá bussleiðina.

Tilboðsgevarar verða undangóðkendir eftir einari heildarmeting, ið er grundað á virkislig, faklig og fíggjarlig førleikakrøv og royndir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

31 Leygardagur 10. juli 2021

Spf. Gundurs Bussar skulu røkja busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022

Felagið skal reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu næsta ár fyri 28,2 milliónir krónur

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Spf. Gundurs Bussar skrivaðu ískoytissáttmála fyrr í dag (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verða bussarnir hjá Spf. Gundurs Bussar, sum fara at røkja alla busskoyringina í Tórshavnar kommunu í 2022.

Hetta er greitt, eftir at ískoytissáttmáli í vikuni varð undirskrivaður við Gundurs Bussar. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heðin Zachariassen, nevndarformaður í Spf. Gundurs Bussar, sum skrivaðu undir.

Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu og fevnir um tíðarskeiðið frá 1. januar 2022 til 1. januar 2023.

Spf. Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri 28,2 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, skrivar torshavn.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

32 Leygardagur 10. juli 2021

Laura er fyrsta skaldsøgan hjá Birnu Breckmann

Skaldsøgan snýr seg um eina viljasterka unga gentu, sum ikki hevur kent pápa sín, men nú fær samband við hann

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Laura er ein viljasterk ung genta, við undurvøkrum reyðum hári og grønum eygum, sum býr saman við mammuni heima hjá abba og ommu síni. Hon kennir ikki pápa sín, tí hann flutti heimaftur til USA uttan at vita, at mamma Lauru var við barn.

Soleiðis verður høvuðspersónurin í bókini, sum hevur sama navn, lýst.

Tað er Birna Breckmann, sum hevur skrivað skaldsøguna, ið er 120 blaðsíður til longdar. Birna hevur áður givið onnur sløg av bókum út, men hetta er hennnara
fyrsta skaldsøga.

- Táið mamman hittir John og ger av at giftast við honum, og tey fáa ein son saman, broytist teirra lív á so mangan hátt. Abbin og omman eldast og doyggja, og tá verður tað Laura, sum verjir mammu og beiggja sín ímóti tí ringu vend, sum lívið hjá John tekur, og sum ávirkar tey øll skeivan veg. Laura veksur til og ger av í loynd at fáa samband við pápa sín í USA. Tað skapar teimum nýggjar og spennandi møguleikar.

"Laura" fæst nú í bókabúðunum. Bókin er lætt skrivað og lætt lisin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

33 Leygardagur 10. juli 2021

Lions í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku

KFUK-skótarnir í Havn fáa í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð eru KFUK-skótarnir í Havn.

Skótaliðið í KFUK hevur ein skótadepil á Langasandi, sum er miðdepil fyri uttandura virksemi hjá skótaliðnum, og gevur børnum og ungum nógvar góðar upplivingar. Hóast nógv sjálvboðið arbeiði er lagt í at gera depilin á Langasandi, er enn nakað eftir á mál at gera hann lidnan, og tí vil Lions fegið rætta KFUK-skótunum eina hjálpandi hond.

Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin týsdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og fríggjadagin 30. juli.

Men eingin framsýning uttan listaverk, og longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mikudagin 21. juli, og listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 25. juli millum klokkan 16 og 18, og óseldir málningar skulu heintast aftur hósdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn, og eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021

34 Leygardagur 10. juli 2021

Zacharis Sørensen og Knút Olsen útgivið savn við føroyskum kórsangum

Talan er um eitt savn við sonevndum føroyskum kór-evergreens. "101 kórsangur" er 248 síður, í lummastødd, og er ætlað afturvendandi árligum høvum

Høvundarnir við útgávuni (Mynd: Vágaportalurin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær.

Soleiðis tekur Bókamiðsølan samanum nýggju føroysku kórbókina 101 kórsangur, ið nú er at fáa.

Tað eru Zacharias Sørensen og Knút Olsen, sum hava lagt savnið til rættis, og Forlagið NÓTAR gevur út.

- Teir flestu sangirnir í bókini eru slíkir, sum í okkara tíð kunnu kallast føroyskir kór-evergreens. Tey, ið hava sungið í kóri farnu hálvu øldina, kenna flestu sangirnar og kunnu syngja teir uttanat, eitt nú á kórstevnum, á Tinghúsvøllinum og úti í Tinganesi á ólavsøku.


[object Object]
Mynd: bms.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

35 Leygardagur 10. juli 2021

Stórt víkingatiltak í Havn

Tiltakið Festívalhöll verður í døgunum 9. til 11. juli – á skránni verður m.a. víkingamarknaður og konsert

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um vikuskifti verður víkingatiltakið Festívalhöll í høvuðsstaðnum.

Í Viðarlundini verður ein serstakur víkingamarknaður við víkingum úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Á marknaðinum verður høvi at síggja aldargamalt hondverk av ymiskum slag, víkingabardagar og eisini er livandi tónleikur á skránni.

Marknaðurin er opin frá fríggjadag til sunnudag, og nærmari upplatingartíðir finnast á heimasíðuni festivalholl.fo.

Aftur at víkingamarknaðinum verður eisini ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 10. juli við føroysku bólkunum Hamradun og Jürghinn og donsku vísusongkvinnunum Frænde og Smedens Datter.

Atgongumerki til konsertina og víkingamarknaðin í viðarlundini kunnu keypast á heimasíðuni.

Festívalhöll skipar fyri, og alt yvirskot fer til Stuðulsfelagið Víkingabygdina, sum hevur til endamáls at byggja fyrstu føroysku víkingabygdina her á landi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

36 Leygardagur 10. juli 2021

Skulu súkkla yvir 1.100 kilometrar í Danmark

Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1.260 kilometrar á túrinum, sum í ár ikki verður til Paris

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til Paris vegna koronustøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark.

Ferðin byrjaði í Klaksvík fyrrapartin hósdagin, og teir fyrstu 100 kilometrarnir á túrinum vórðu súkklaðir umvegis Toftir til Havnar

Leygardagin 10. juli kemur Norrøna til Hirtshals. Henda fyrsta dagin í Danmark gongur leiðin úr Hirtshals til Løgstør. Strekkið er 109 kilometrar. Sunnudagin  verður súkklað úr Løgstør til Ringkøbing, umleið 180 kilometrar.

Mánadagin er longsti dagur við 193 kilometrum. Tá súkklar Team Rynkeby Føroyar eftir vestursíðuni á Jútlandi til Tønder, tætt við týska markið. Dagin eftir, týsdagin 13. juli, gongur leiðin til Svendborg á Fjóni. Talan er um áleið 150 kilometrar.

Mikudagin súkklar liðið 174 kilometrar. Súkklararnir fara suðureftir til Taasinge og Langeland, aftur til Fjón og enda hendan dagin norðuri á oynni, í býnum Middelfart.

Hósdagin eru ikki so nógvir kilometrar, men tá fær liðið fleiri hæddarmetrar í beinini enn hinar dagarnar. Súkklararnir koma aftur til Jútlands, súkkla nakrar brattar brekkur í Vejle, og ávegis til Silkeborg súkklar liðið niðan til Himmelbjerget. Kilometrarnir hendan dagin eru 130.

[object Object]
(Mynd: Tórvør Ó. Vang)

Fríggjadagin súkklar liðið til Randers, framvið Mariagerfjord og eftir eystursíðuni á Jútlandi og enda dagin í Aalborg; umleið 152 kilometrar.

Leygardagin 17. juli er síðsti dagur á túrinum. Hendan dagin skuldi liðið komið til París, men Team Rynkeby súkklar 69 kilometrar - úr Aalborg til Hirtshals, har túrurin endar, og flestu súkklararnir fara heim aftur við Norrønu.

Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1260 kilometrar á túrinum, sum fyri tað mesta er í Danmark.

Kelda: Krabbameinsfelagið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

37 Leygardagur 10. juli 2021

“Ó” á palli: Ein blóðdryppandi gysari

Ein sterk norðurlendsk manning stendur aftanfyri pallsetingini av “Ó – søgur um djevulskap”, sum júst nú tekur skap í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú eru venjingar byrjaðar til pallsetingina av stórfingnu skaldsøguni “Ó, søgur um djevulskap” eftir Carl Jóhan Jensen. Sprotin gav bókina út í 2006. Hon vakti miklan ans beinanvegin, hon kom út, nógv tos var um hesa drúgvu bók, hon varð beinanvegin mett at verða ein skaldsligur varði í føroyskum bókmentum. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2006, og hóast hon ikki vann hana, so vann hon fleiri aðrar bókmentavirðislønir, hon varð nógv umrødd og fekk góð ummæli heima sum úti og varð týdd til íslendskt og norskt.

Bókin er at kalla útseld í øllum útgávum ídag. 

Og nú sum sjónleikur
Skaldsøgan verður nú gjørd um til sjónleik. Tað er ein sterk norðurlendsk manning, sum stendur aftan fyri pallsetingina. 

Danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sum byggir á skaldsøguna. Altjóða viðurkendi pallistaleikstjórin, Egill Pállsson úr Íslandi, leikstjórnar, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, at seta ljóð og tónar til verkið hevur Tvazz fingið føroysku greipuna Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, Súni Joensen ger ljóssnið, filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir og við einum dreymatoymi av føroyskum og norðurlendskum leiklistafólki bjóðar Tvazz ein ófrættakendan, djevulsettan ræðu-leik í trimum aktum, har vit fara eina Ó-gloymandi ferð inn í allardøkkastu skýmaskotini í mannasinninum. 

Áskoðarin kann vænta eina spenningssøgu um eina Ó-loysta morðgáta, sum dregur okkum inn í eitt kaleiduskop av ófrættakendum, blóðigum fananskapi. True Detectives møtir Dracula. 

Frumframførslan verður í Norðurlandahúsinum 7. august. Framført verður bert fram til 15. august. 

Atgongumerkjasølan er longu byrjað.

Luttakarar:
Dramatikari: Daniel Wedel (DK)
Leikstjórn: Egill Heiðar Anton Pálsson (ÍS)
Framleiðsla: Durita Sumberg Poulsen og Gunnvá Zachariasen
Pallmynd/búnar: Martin Eriksson (SV)
Týðari: Jonhard Mikkelsen
Tónasmiðir: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen
Ljós: Súni Joensen 
Filmur: Barbara Lervig
Leikarar: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Búi Dam
Durita Dahl Andreassen
Frederic Molund (NO)
Gunnvá Zachariasen
Hans Tórgarð
Kristina Sørensen Ougaard
Hjálparfólk í framleiðsluni: Anna Kristin Bæk, Nicolaj Falck, Hjálmar Dam, Birgith Lassen, Sára Mikkelsen og Felisia Helmsdal


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

38 Leygardagur 10. juli 2021

TeenStreet: Ikki í Týsklandi - men á Argjum

Heldur ikki í ár verður stóra legan hildin í Týsklandi. Ístaðin verða 50 legur kring heimin, og tann eina verður í skúlanum á Argjahamri 4. til 8. august, har skráin fer at líkjast tí altjóða. Lovsongsbólkurin er føroyskur

Skúlin á Argjahamri verður fyrst í august karmur um stóra TeenStreet legu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heldur ikki ár verður stóra kristiliga TeenStreet tiltakið í Týsklandi, ið tvørkirkjuligi felagskapurin OM - Operation Mobilisation - skipar fyri. Orsøkin er, eins og tað var í fjør koronustøðan

Tað forðar tó ikki fyri, at tiltakið verður fyri á 27. sinni. TeenStreet dregur vanliga ungdómar í alskyns londum til Týsklands um summarið, og í ár verða áleið 50 ymsar TeenStreet-legur kring heimin. 

Føroyska útgávan er staðsett í skúlanum á Argjahamri. Stóra tiltakið, sum nevnist TS+ Named, verður frá 4. til og við 8. august. 

Heimasíðan om.fo skrivar, at tiltøkini og skráin fara at líkjast tí, sum vanliga er á skránni til TeenStreet. Í Føroyum fara tey sjálvi at skipa fyri lovsangsløtum, tí lovsongsbólkurin er føroyskur.

Nøkur av tiltøkunum vera á skránni aðrastaðni enn á Argjahamri, boðar OM Føroyar frá.

Tilmeldingarfreistin er nú sunnudagin 11. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

39 Leygardagur 10. juli 2021

Faroe Islands International Minority Film Festival avdúkar nøvn

Filmsfestivalurin við filmum, sum snúgva seg um minnilutar, verður 23. til 27. juli í Havn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fimta útgávan av Faroe Islands International Minority Film Festival verður í ár 23.-27. juli í Tórshavn. Filmfestivalurin er fyri øll, minnilutar sum meirlutar, ið ynskja meiri vitan um minnilutar innan kyn, seksualitet, etnisitet, trúarlív og mentan.

Á FIMFF vera sýningar, framløgur og ymisk spennandi tiltøk, eins og undanfarnu árini, í Reinsaríinum, Perluni og í Norðurlandahúsinum. Sum nakað nýtt verða eisini filmsýningar í Havnar Bio.

[object Object]
Camilla Tved

Hvat er ein familja?
Høvuðstemað í ár snýr seg um familju, og hvussu ymiskar familjur kunnu vera. Evnið verður viðgjørt við eina viftu av ymsum filmum og list, ið varpa ljós á minnilutar. Við hesum setur festivalurin spurnartekn til ta siðbundnu heteronormativa fatanina av, hvat ger eina familju, og gevur eitt fríkst íkast til føroyska kjakið um familjuuppbygging.

Sum vanligt vera eisini fyrilestrar til ársins FIMFF. Millum annað ein online framløga við Camilla Tved, jarðarmóður, master í sexologi og politiskur ráðgevi. Ivaleyst kenna fleiri Camillu fyri hennara arbeiðið fyri javnstøðu og LGBT-rættindi í Danmark. Hon setur LGBTQ+-familjuna og -einstaklingin í miðdepil. Tann typiska heteronormativa kjarnufamiljan hevur framíhjárættindi í vestliga heiminum, men spurningurin, um hendan familjan er einasta rætta, hevur ofta verið stillaður tey mongu seinastu árini.

Eisini verður ein lítil tekniverkstova fyri børn í Norðurlandahúsinum 24.-27. juli har spurningurin “Hvat er ein familja?” virkar sum íblástur. Tekningarnar verða síðan hongdar upp í forhøllini og skapa soleiðis eina framsýning av familjuni 2021.

[object Object]
Mona Fastvold

Kend andlit á skíggjanum í Norðurlandahúsinum
Forskotið til festivalin verður 23. juli í Norðurlandahúsinum við setanarfilminum “The World to Come”, har filmsleikstjórin, norska Mona Fastvold, verður til staðar at svara spurningum.

Millum sjónleikararnar í filminum eru at finna Vanessa Kirby, ið spælir systur Elizabeth-drotning, Margaret, í Netflix-seriuni “The Crown”, og Casey Affleck. Filmurin er ein kærleikssøga um tvær kvinnur í Schoharie County, NY, ið finna hvørja aðra í einum isoleraðum landbúnaðarumhvørvið í 1850’unum.

[object Object]
COBRAH

Gender Bender
Leygardagin 24. juli verður ársins Gender Bender-veitsla; bombastiska punktummið fyri ein heilan dag, har dentur verður lagdur á kvir seksualitet, sum eisini er undirevnið á ársins festivali.

Fleiri listafólk luttaka á hesum kvøldinum, eitt nú svensk Grammi-nomineraða COBRAH. Hon er tónleikari og visuelt listafólk, og er ein partur av kvir- og fetish-pallinum í Stokkhólmi. Hennara show er sex- og kroppspositivt. Tónleikurin er harður og elektroniskur.

Forkunnugt samstarv
FIMFF leggur seg eftir at vera við í feskasta samfelagsliga kjakinum um minnilutar. Fyri at koma við nógvum øðrvísum sjónarmiðum og sjónarhornum til evnini, hevur festivalurin enn einaferð samstarvað við spennandi fólkum.

Harímillum hevur bretsk-indiska kvir-aktivisturin Lucy Jane Mukerjee virkað sum gestaprogrammleiðari og hjálpt FIMFF-kjarnuni at finna fram til teir bestu filmarnar. Sum stjórnprogrammørur hjá Tribeca Film Festival, og eitt av upphavsfólkunum til Programmers of Colour Collective (ein bólkur av BIPOC-fólkum, ið arbeiða fyri fjølbroyttari umdømi í filmskurartering) stillar hon inn á týdningin av m.a. LGBTQ+- og minnilutaumboðan.

Festivalurin verður gjørdur í samstarvi við Nordisk Kulturfond, Tórshavnar Kommunu, Norðurlandahúsið, Tórsgøtu, Mentamálaráðið, Filmshúsið og onnur. Stigtakarar eru Nadia Abraham, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, Leo Lávík og Elisabeth S. Olsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

40 Leygardagur 10. juli 2021

Rokksangarin John Lawton deyður, 74 ár

Vitjaði í Føroyum fleiri ferðir og sang saman við føroyska bólkinum Deiggj

John Lawton á palli í Norðurlandahúsinum í 2012 (Savnsmynd: Ólavur Frederimsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretski rokksangarin og fyrrverandi oddamaðurin í bólkinum Uriah Heep, John Lawton, er deyður, 74 ára gamal.

John Lawton stóð á odda fyri tí her í Føroyum so væl umtókta rokkbólkinum Uriah Heep í árunum 1976 til 1979.

John Lawton doyði 29. juni, men tað var ikki fyrr enn í gjár, at tíðindini bórust alment.

Uriah Heep skrivaði mánadagin soleiðis á Facebook-síðuni:

“Tað er við djúpari sorg at vit frætta sorgarboðini um, at John Lawton doyði knappliga hin 29. juni 2021. Øvugt tí, ið hevur verið at frammi, so var ikki talan um nakra sjúku -  nakað, ið ger boðini enn meira óskiljandi.

Hann doyði friðarliga við konuni við sína lið. John verður stórliga saknaður.

Eftir egnum ynski, verður talan um eina privata jarðarferð, har bert familja og tey nærmastu verða til staðar.

Vónandi verða hesi ynskini hjá familjuni vird í hesum truplu tíðum.”

John Lawton gjørdist partur í Uriah Heep, tá upprunasangarin fór burturúr seint í sjeytiárunum. Hann hevði tá eitt nú verið ein av sangarunum í væl umtókta bólkinum bólkinum Les Humphries Singers.

John Lawton var oddamaður á trimum av plátunum hjá Uriah Heep, Firefly (1977), Innocent Victin (1977) og Fallen Angel (1978).

Millum vælumtóktu Heep-sangirnar, sum John Lawton syngur, eru eitt nú: “Sympathy”, “Wise Man” og “Free Me”.

John Lawton hevði tætt samband við føroyska orkestrið Deiggj, og spældi saman við teimum fleiri ferðir – eisini í Føroyum. Herundir er ein upptøka frá væleydnaðari konsert í Norðurlandahúsinum í 2011.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

41 Leygardagur 10. juli 2021

Norskir myndugleikar góðkenna enn eina stóra oljuútbygging

Nú um dagarnar góðkendu norskir myndugleikar útbygging av oljufeltinum Breidablikk í Norðsjónum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað eru Equinor, Petoro, Vår Energy og ConocoPhillips Skandinavia, sum standa fyri risastóru verkætlanini, ið er mett at kosta 18,6 milliardir norskar krónur. Keldan goymir 200 milliónir tunnur av olju. Ætlanin er at framleiða fyrstu oljuna í byrjanini av 2024.

Arne Nylund, stjóri hjá Equinor fyri verkætlanum og boring, sigur, at tey eru sera væl nøgd við avgerðina hjá myndugleikunum og leggur aftrat, at útbyggingin fer at hava stóran týdning fyri norska oljuvinnu her ikki minst fyri mongu veitararnar, ið verða partur av útbyggingini. Hon fer at skapa nógv arbeiðspláss og geva inntøkur til bæði norska samfelagið og eigararnar.

Umleið 70 prosent av útbyggingarvirðinum fer til veitarafyritøkurnar í Norra og longu eru sáttmálar gjørdir fyri 8 mia. kr. til hesar fyritøkur. Útbyggingin fer serstakliga fram á havbotninum, har borast skulu 23 framleiðslubrunnar. Feltið verður so bundið í Grane pallin nærhendis og oljan síðani flutt umvegis rørleiðing til Sture terminalin. 

Ein av orsøkunum til at tað lønar seg at byggja út nógvar av teimum keldunum, sum eru funnar seinastu árini, er tann sera rúgvusmikli infrastruktururin, sum er útbygdur í norska partinum av Norðsjónum. At nýggj fund kunnu knýta í verandi pallar og rørleiðingar ger tey nógv minni kostnaðarkrevjandi. Hetta er júst sama gongdin vit síggja eystan fyri Føroyar, har framtíðar útbyggingar eru møguligar, tí undirstøðukervið framhaldandi verður útbygt.

Útbyggingin av Breidablikk tekur eisini hædd fyri tí grøna orkuskiftinum. Streymur verður latin til feltið frá Grane pallinum. Her er talan um eina lutvíst nýggja tøkni. Tá Breidablikk er útbygt,  kann tað verða grundarlag fyri at útbyggja onnur felt nærhendis, sum tá verða knýtt í Breidablikk og verða partur av Graneloysnini í grannalagnum. 

Tað er greitt, at avgerðin hjá myndugleikunum at góðkenna hesa seinastu útbyggingina á norska landgrunninum, hevur eisini nógv at gera við at varðveita og menna norska veitingarídnaðin, sum fær úr at gera við ikki bert hesi útbyggingini men eisini fleiri øðrum.

Aker Solutions, sum er kent millum nógvar føroyingar, skal standa fyri útbúnaðinum á havbotninum. Fyritøkan Wood skal standa fyri nýttímansgerð av gamla Grane pallinum, sum tá verður førur fyri at taka ímóti olju frá Breidablikk. Taka vit so rørlegging verður tað TechnipFMC, sum skal hava tað arbeiðið um hendi. Schlumberger Norge er eisini við í arbeiðinum. Sáttmálarnir fara at geva arbeiði á fleiri plássum í Norra, og eingin ivi er um, at her fara eisini fólk frá føroyskum fyritøkum at arbeiða. Bæði Pam Offshore og Faroe Offshore Services hava drúgvar royndir í norsku oljuvinnuni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021

42 Leygardagur 10. juli 2021

Mótmæla oljuútbygging nær Føroyum

Í Skotlandi savna umhvørvisfólk undirskriftir móti útbygging av oljufeltinum Cambo tætt við føroyska markið. Mest sannlíkt er tó at myndugleikarnir geva grønt ljós til útbygging

Cambo oljufeltið, sum eftir øllum at døma verður útbygt, verður tann framleiðslan, sum fer at liggja tættast við Føroyar.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er skotski miðilin The National, sum skrivar um undirskriftainnsavnan móti útbyggingini av Cambo oljufeltinum eystan fyri Føroyar. Stigtakararnir siga, at teir higartil hava savnað 4500 undirskriftir móti hesi komandi útbyggingini á Atlantsmótinum og heita á Boris Johnson, forsætisráðharra um at steðga almennu góðkenningini av útbyggingini, sum teir meta gongur ímóti veðurlagspolitikkinum.

Talan er um umhvørvisfelagsskapin Friends of the Earth umframt Green Party í Bretlandi, sum hava skrivað til forsætisráðharran, har tey vísa á, at góðkenning av Cambo útbyggingini er ímóti Parísavtaluni frá 2015 og eisini ímóti niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum IEA um at steðga øllum nýggjum olju- og gassútbyggingum. Víst verður eisini á, at tað verður eitt sera óheppið signal at senda, um stjórnin fer at loyva hesi oljuútbyggingini júst um somu tíð sum altjóða veðurlagsráðstevna verður hildin í Glasgow í november.  

Umboð fyri stjórnina vísa atfinningunum aftur og siga, at talan er ikki um eina nýggja útbygging so sum. Talan er harafturímóti um eitt loyvi til at leita og seinni útbyggja, sum varð latið til eigararnar av Cambo longu í 2001. Keldan varð so funnin í 2002, og nú nærum 20 ár seinni er ein útbyggingarætlan klár at lata myndugleikunum til endaliga góðkenning.

Víst verður eisini á, at hvat víðvíkur arbeiðinum at minka um CO2 útlátið á bretska landgrunninum, so er framleiðslan á Cambo og øðrum komandi framleiðslum har um leiðir tikin við í útrokningarnar fyri framtíðar útlátið. Tískil fer almenni myndugleikin OGA, Oil and Gas Aurhority, uttan iva at góðkenna verkætlanina longu í summar.

OGA og oljuvinnan í Bretlandi hava annars longu gjørt avtalur um, hvussu grøna orkuskiftið skilabest kann fara fram, samtíðis sum arbeiðsplássini í oljuvinnuni  og harvið eisini inntøkurnar til landið, kunnu varðveitast, soleingi tørvur er á olju og gassi.

Bretland hevur annars boðað frá, at tað fer ikki at fylgja donsku avgerðini um at gevast við at leita eftir olju og gassi. Sama hevur Norra gjørt av. Hvat Norra viðvíkur so  fer stjórnin framhaldandi at geva loyvi til fleiri nýggjar olju- og gassútbyggingar. Bretland hevur eisini gjørt greitt, at tað ynskir sjálvt at kunna framleiða olju og gass til egna nýtslu heldur enn at skula vera bundið at innflutningi úr eitt nú londum úr Miðeystri. Og vísir samtíðis á, at tað fer at vera tørvur á bæði olju og gassi í mong ár aftrat. Tískil ynskir Bretland eisini at varðveita og menna framleiðsluna í Norðsjónum, sum eisini hevur alstóran týdning fyri arbeiðsplássini og fyri landskassan.

[object Object]Cambo liggur millum fleiri onnur olju- og gassfelt, sum kunnu hugsast at verða útbygd við at binda í Cambo í framtíðini eisini. 

Sett verður so á Cambo útbyggingina í 2022 við fyrstu oljuni í 2025. Framleiðslan fer at vera góðar 50.000 tunnur um dagin. Cambo, sum verður fimtstørsta oljuframleiðandi keldan í Bretlandi,  goymir 800 mió. tunnur av olju, og fyrsti partur av útbyggingini fer eftir 150 mió. tunnum.

Roknað verður við at grønt ljós til Cambo fer eisini at hava ávirkan á komandi útbyggingar á bretska landgrunninum. Flestu av hesum liggja eisini á Atlantsmótinum tvs. millum Hetland og Føroyar. Tær eru m.a. Rosebank, Clair South, Glendronach, Suilven, Tornado og Victory.

Ein  útbygging av Cambo, sum liggur nærum uppat føroyska markinum og er tann keldan, sum liggur tættast við Føroyar yvirhøvur,  fer at geva øllum hesum økinum millum Føroyar og Hetland eitt spildurnýtt grundarlag at virka út frá, nevniliga við einum nýggjum undirstøðukervi, sum kann koma framtíðar fundum og útbyggingum bæði í bretskum og føroyskum øki sera væl við.

[object Object]So tætt við føroyska markið liggur Cambo, sum helst verður útbygt. Við slíkari útbygging verður grundarlag lagt fyri nýggjum undirstøðukervi, sum kann taka ímóti bæði olju og gassi frá hesum fjarðu leiðunum millum Hetland og Føroyar, og tá eisini frá møguligum fundum føroysku megin markið eisini.

Áhugavert er eisini at býta merki í, at norska seismikkfyritøkan PGS er farin undir at tulka 3D seismikk frá økinum nærhendis markinum av nýggjum, nú tað metir, at grundarlag er fyri at finna nýggjar olju- og gassgoymslur vestan fyri tær keldurnar, sum longu eru funnar á bretskum øki. At eitt so kent felag sum PGS tekur slíkt stig kann uttan iva fáa týdning fyri føroyska leiting eisini og kann koma at varpa nýtt ljós á økið báðumegin markið. Lesið grein um hesar kanningar á oljan.fo í næstum. 

[object Object]Soleiðis kann ein framtíðar útbygging av Cambo koma at síggja út. Oljan fer umborð á eitt framleiðslu- og goymsluskip, meðan gassið fer umvegis rørleiðingar til Hetlands. Eitt undirstøðukervi, sum møgulig fund føroysku megin markið uttan iva kunnu binda í eisini




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

43 Leygardagur 10. juli 2021

Zuma møtti sjálvur upp í fongslinum

Fyrrverandi suðurafrikanski forsetin hevur nú viðurkent fongsulsdómin, hann fekk í farnu viku

Jacob Zuma (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, er farin í fongsul. Mikukvøldið fór hann sjálvboðin til løgregluna og lat seg fongsla.

Sostatt er hann nú farin undir at sita fongsulsdómin á 15 mánaðir, sum hann fekk í hægstarætti í farnu viku.

Óvissa hevur verið um, hvat fór at henda við fyrrverandi forsetanum, tí hann í fyrstu syftu ikki vildi góðtaka dómin. Men í gjárkvøldið broyttist støðan.

Tá hevði løgreglan fingið boð um at handtaka Zuma, um hann ikki møtti sjálvboðin.

“Zuma forseti hevur gjørt av at virða fongsulsdómin. Hann er á veg at melda seg sjálvan nú", skrivaði Zuma Foundation á Twitter í mikukvøldið. Hesin felagsskapur, sum umboðar fyrrverandi forsetan, vildi annars ikki góðtaka dómin, ið varð avsagdur í farnu viku.

Hetta er fyrstu ferð síðan apartheitstýrið, at ein fyrrverandi forseti í Suðurafrika verður fongslaður.

Zuma varð funnin sekur í vanvirðing fyri rættinum, tí hann fyrr í ár ikki møtti upp í einum máli móti honum um mutur.

Zuma møtti í gjár í nýístandsetta fongslinum í lítla námsbýnum Estcourt í KwaZulu-Natal landslutinum haðani hann er ættaður.

Nógv fólk í Suðurafrika eru av teirri meining, at fongslingin hevur týdning fyri at styrkja rættartrygdina í landinum.

Zuma hevur fyrr sitið í fongsli. Hann sat í tíggju ár fyri sín leiklut í vápnaða stríðnum móti apartheitstýrinum, skrivar AFP tíðindastovan.

Jacob Zuma, sum var forseti frá 2009 til 2018, er 79 ára gamal, og hevur fyrr víst á, at hann er ov heilsuveikur til at fara í fongsul. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

44 Leygardagur 10. juli 2021

Haiti: - Forsetin dripin í egnum heimi

Ókendir menn trongdu seg inn í heimið hjá forsetanum og skutu frá hond. Jovenel Moïse, forseti, doyði av løstunum

Forsetin á Haiti, Jovenel Moïse, varð skotin mikunáttina. Hann gjørdist 53 ára gamal (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Forsetin í Haiti, Jovenel Moïse, er dripin av skotum í heimi sínum í høvuðsstaðnum, Port-au-Prince. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Virkandi forsætisráðharrin í landinum, Claude Joseph, segur í mikudagin, at ein bólkur av ókendum monnum trongdu seg inn í heimið hjá forsetanum mikunáttina og skutu hann.

- Ein bólkur, sum enn ikki er eyðmerktur, harav nakrir tosaðu spanskt, lupu á forseta landsins heima hjá honum og særdu hann so hann doyði av løstunum, skrivar forsætisráðharrin.

Hann leggur afturat, at kona forsetans eisini varð rakt av skotum, men yvirlivdi álopið.

Hann fordømir hetta “ræðuliga, ómenniskjaliga og barbariska” álopið og heitir á fólkið um at halda seg rólig.

- Alt verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið í landinum heldur fram, og at tjóðin erður vard. Fólkaræðið og lýveldið vilja vinna, skrivar Claude Joseph. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

45 Leygardagur 10. juli 2021

Forsætisráðharrin í Luksemborg fingið staðfest koronu

Hann varð innlagdur til eygleiðingar seinasta sunnudag – herfyri varð hann á ES-toppfundi í Brússel, men mett verður ikki, at nakar av hinum stjórnarleiðarunum hevur havt tætt samband við hann

Xavier Bettel, tá hann tosaði við tíðindafólk í Brússel í farnu viku (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Xavier Bettel, forsætisráðharri í Luksemborg, varð sunnudagin innlagdur við koronu, skrivar miðilin RTL.

Xavier Bettell varð staðfestur smittaður 27. juni. Stjórnarleiðarin skuldi ígjøgnum fleiri kanningar, áðrenn hann kundi verða útskrivaður.

Bettel varð staðfestur positivur stutt eftir, at ES-toppfundur hevði verið í Brússel, men mett verður ikki, at nakar annar stjórnarleiðari hevur havt tætt samband við hann.

Fyrst í mai mánað fekk forsætisráðharrin annars fyrru koppsetingina fyri koronu. Hann varð koppsettur við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

46 Leygardagur 10. juli 2021

Føroyaleikir eru hetta vikuskiftið

1.260 ítróttafólk í 19 ymsum ítróttagreinum fara í døgunum 8. til 11. juli at kappast í føroya fyrstu Føroyaleikum

Vektlyfting og styrkiítrótt er í Perluni í Havn (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyaleikir er nýggja átakið hjá Ítróttasambandi Føroya, ið er ein summarkapping í øllum ítróttagreinum, sum ÍSF fevnir um. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnar, er undirtøkan framúr góð.

Stórar sum smáar ítróttagreinar eru umboðaðar, tá fleiri enn tólvhundrað fólk úr øllum landinum fara at kappast um vikuskiftið.

Føroyaleikir fóru av bakkastokki hósdagin og endar sunnudagin. Kappast verður í fýra ymsum støðum í Føroyum; Klaksvík, Runavík, Vági og í Havn.

[object Object]

Nógv er lagt fyri
Nógv verður gjørt burturúr við videoinnsløgum og greinum, sum verða løgd út á sosialu miðlarnar hesar dagar, og tað fer væntandi eisini at síggjast aftur í býarmyndini, at so stór kapping verður hildin, tí allir íðkarar og hjálparfólk hava fingið eins ítróttaklæði.

Arbeitt hevur verið við Føroyaleikum síðan í oktober í fjør og nú er loksins klárt.

Ætlanin er at menna Føroyaleikirnar ár um ár, bæði við kørmum og møguleikum, so tað í framtíðini eisini verða nógv útlendsk ítróttafólk við.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

47 Leygardagur 10. juli 2021

Mintust Gutta Sørensen, tá Føroyaleikirnir vórðu settir í Vági

Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, tá Føroyaleikirnir vórðu settir hóskvøldið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Lagnan lagaði tað so merkisvert, at somu viku, sum startskotið ljóðar fyri hesum fyrstu Føroyaleikunum, náddi ein av okkara fremstu ítróttarkempum mállinjuni í lívsins renning.

Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir í Vági hósdagin. Gott og væl hundrað ítróttafólk vóru savnað í Marghøllini, har Tvøroyra hornorkestur spældi, og røður vórðu hildnar.

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, bjóðaði vælkomin.

Finn Johannesen segði síðani nøkur orð um Guttorm Sørensen, sum fór til gravar sama dag.

- Guttormur Sørensen, sum vit serliga minnast sum gávaða rennaran, slóðaði fyri. Hann tók tøk. Hann var ikki bara fyrstur um mállinjuna til kapprenningar, nei, hann var eisini fyrstur til at renna skjótt, tá alt tað praktiska skuldi ordnast. Alt tað, sum fylgir við, tá ið kappingar skulu haldast. Hann var fyrstur til at rætta eina hjálpandi hond. Og hann gekk undan í at vísa ítróttaranda og fair play.

Í 2018 fekk hann heiðursskjal Poul E. Petersens - og tað sigur nakað um hansara stóra og virðismikla arbeiði fyri føroyskan ítrótt

Síðani førdi Andras Nolsøe fram røðu vegna ÍSF, áðrenn Sámal Midjord setti fyrstu Føroyaleikirnar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

48 Leygardagur 10. juli 2021

Frálík føroysk úrslit á útivølli

KÍ vann 3-2 á oddaliðnum í Lettlandi og hevur harvið heilt góð kort á hondini undan søguliga dystinum við Djúpumýru. NSÍ skrivaði søgu við at fáa evropeiskt stig á útivølli fyri fyrstu ferð - tað endaði 0-0 í Helsinki

Bubacarr Sumareh, ella Bob, skoraði og legði upp fyri KÍ í fyrra hálvleiki í Lettlandi. Oddur Árnason Højgaard var við til at halda málið hjá NSÍ reint í Helsinki (Savnsynd: Sverrri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Veddingarfyritøkur góvu ikki føroysku liðunum stórar møguleikar fyri at fáa evropeisk stig og heilt góð útgangsstøði í fyrru dystunum í fyrsta undanumfari í Conference League hóskvøldið.

KÍ og NSÍ fingu tó víst, at tey megna at standa ímóti, og at tey eru við í kappingini fyri at spæla seg víðari.

Í KÍ-leguni kunnu tey irða seg eitt sindur um, at liðið ikki hevur eina tvey-máls leiðslu við heim, og møguliga eisini at regulin um útivallarmál ikki er galdanndi longur.

Tí oddaliðið í Betrideildini skoraði trý mál, og var tvær ferðir á odda við tveimum málum í Jūrmalas. Áleyparnir hjá KÍ skoraðu hvør sítt gott mál í fyrra hálvleiki, og liðið hjá Mikkjali Thomassen tyktist at hava so gott sum fult tamarhald á støðuni.

Eitt málverjumistak næstan beint eftir steðgin setti heimaliðið í gongd, og hóast RFS ikki skapti so nógv, so sótu teir meira á 2. hálvleiki, og KÍ'ararnir høvdu ilt við at fáa samanhangandi spæl at koyra á grasinum. Tað var eyðsæð, at nógv orka varð nýtt, og tí var tað ein stórur lætti, tá Heini Vatnsdal tjúgu minuttir fyri leiklok - í sambandi við hornaspark - fekk bóltin í málið, umvegis ein verjuleikara.

Heimaliðið fekk svarað aftur, men liðið úr Klaksvík skrivaði søgu við at gerast tað fyrsta føroyska felagið at vinna í Lettlandi. Tað endaði 3-2, og harvið hevur KÍ eitt heilt gott útgangsstøði undan dystinum, sum verður við Djúpumýru komandi hósdag.

KÍ fer beinleiðis víðari við javnleiki ella sigri. Um RFS vinnur við einum máli, líkamikið um tað er 0-1, 1-2, 3-4 os..fr, so verður neyðugt við longdari leiktíð.

Málleyst í Helsinki
Tað var ikki nøkur málveitsla í Helsinki, har NSÍ vitjaði. Karstin Hansen, ið hesaferð vardi NSÍ-málið, hevði tvær bjargingar í 2. hálvleiki, har heimaliðið hevði onkran heilt stóran málmøguleika. FC Honka Espoo hevði eisini fleiri hornaspørk og onkur fríspørk, men verjuparturin hjá NSÍ, sum í ár hevur verið fyri atfinningum, var stinnur. 

Liðið hjá Allan K. Jepsen hevur latið 22 mál inn í 15 dystum í Betrideildini, men hóskvøldið megnaðu teir, at skriva søgu fyri felagið við at halda málið reint.

Í 15. evropeiska útidystinum í søguni hjá NSÍ eydnaðist tað loksins at "vinna sær eitt stig". Í øllum hinum førum er NSÍ farið av vøllinum við tapi. Honka Espoo er ikki millum fremstu liðini í Finnlandi í ár, og nú kunnu runavíkingarnir sláa teir út við sigri á Svangaskarði.

Um hesin dysturin eisini endar javnur eftir 90 minutt - líkamikið hvussu nógv mál verða skorað - so verður neyðugt við longdari leiktíð.

UEFA Europa Conference League
Hósdagin 08. juli

Slokas Stadiona, Jürmala
RFS - KÍ 2-3 (0-2)
21' Bubacarr Sumareh 0-1
33' Páll Andrasson Klettskarð 0-2
49' Ziga Lipuscek 1.2
70' Heini Vatnsdal 1-3
78' Arturs Zjuzins 2-3

KÍ (4-4-2): Mattias Rosenørn - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Dani Pavlovic, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð, Bob Sumareh

Á vøllin í 2. hálvleiki komu: Boris DošljakJonn Johannessen, Ivar Sollie Rønning, 

Bolt Stadium, Helsinki
FC Honka Espoo - NSÍ 0-0 

NSÍ (3-4-3/5-4-1): Karstin Hansen - Pætur Hentze, Oddur Árnasson Højgaard, Jákup Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Betuel Hansen, Tróndur Jensen - Jacob Trenskow, Klæmint Andrasson Olsen, Mikkel Elbæk Jakobsen

Á vøllin í 2. hálvleiki komu: Mórits Heini Mortensen, Aron Knudsen og Sølvi Sigvardssen

Seinnu dystirnir verða leiktir ávikavist í Djúpumýru og á Svangaskarði hósdagin 15. juli

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

49 Leygardagur 10. juli 2021

KÍ-kvinnurnar skulu møta Breiðablik

Tað verður íslendsk mótstøða hjá KÍ-kvinnum, sum í august fara at spæla undankapping í Litava

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lutakast hevur í vikuni verið um hvussu spælast skal í Champions League í fótbólti fyri kvinnur.

Tað gjørdist greitt, at greipuvinnararnir  í fjør, KÍ, skulu møta Breiðablik úr Islandi í hálvfinluni í bólki 1 í Champions League.

Leikt verður í eini mini-kapping, har vinnarin síðani skal spæla finalu um at sleppa í 2. umfar. FC Gintra úr Litava verður vertur fyri allar dystirnar í hesum bólki, har fýra lið eru.

Hini liðini eru Flora Tallinn úr Estlandi og FC Gintra úr Litava.

Dystirnir verða 18. og 21. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

50 Leygardagur 10. juli 2021

NSÍ tryggjað sær málrevin næstu tvey árini

Málkongurin Klæmint Andrasson Olsen heldur fram í barndómsfelagnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klæmint Andrasson Olsen heldur fram í barndómsfelagnum NSÍ. Liðskiparin hevur skrivað undir tvey ár afturat við NSÍ.

Hesum boðar felagið frá.

30 ára gamli áleyparin hevur sambært Faroesoccer skorað 211 mál í 336 dystum í bestu landskappingini, og tey hevur hann øll skorað fyri NSÍ, og hetta er met í føroyskum fótbólti.

Eisini hevur hann skotið 22 mál í 30 steypadystum og higartil er tað blivið til sjey mál fyri føroyska A-landsliðið.

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen og Dánial Hansen, formaður í NSÍ (Mynd: NSÍ)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

51 Leygardagur 10. juli 2021

Víkingur longt við tveir landsliðsleikarar

Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen hava báðir longt sáttmálarnar við Víking við tveimum árum

Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Víkingur hevur tryggjað sær tveir landsliðsleikarar í tvey ár afturat. Hesum boðar felagið frá.

Sáttmálin er longdur við Gunnar Vatnhamar og Jákup Johansen, báðar við tveimum árum.

- Gunnar, sum er uppvaksin í felagnum, hevur verið ein av berandi kreftunum á okkara besta mansliðið í fleiri ár. Tað er eingin loyna, at tað hevur stóran týdning fyri okkara felag, at okkara ungu leikarar hava lokalar kempur at síggja upp til, og tí fegnast vit sjálvsagt um, at Gunnar framhaldandi verður ljósabláur, skrivar Víkingur.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

- 28 ára gamli strandingurin, sum kom til okkara at spæla í 2020, hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár, har tað millum annað er blivið til sjey mál og eina landsliðsúttøku. Vit fegnast sjálvsagt um, at hart arbeiðandi vongurin verður ljósabláur í tvey ár afturat.

[object Object]Jákup Johansen (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur er á øðrum plássi í bestu mansdeildini við 31 stigum. Tíggju stig eru upp til KÍ, sum kortini hevur leikt ein dyst fleiri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2021

52 Leygardagur 10. juli 2021

Andrass og Martin hava longt við barndómsfelagið

Nýggju sáttmálarnir hjá ungu leikararunum eru galdandi í tvey og eitt hálvt ár

Martin Agnarsson og Andrass Johansen eftir at nýggju sáttmálarnir eru undirskrivaðir. Millum ungu leikararnar er formaðurin Magni Vatnhamar Mouritsen (Mynd: b36.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir hava spælt ávíkavist tólv og sekstan dystir í ár og samanlagt 46 og 22 dystir fyri besta liðið hjá B36, ið teir eru vaksnir upp í.

Talan er um 19 ára gamla Andrass Hildibjart Johansen og 17 ára gamla Martin Agnarsson, sum í vikuni skrivaðu undir við B36. Nýggju sáttmálarnir eru báðir galdandi fram til árslok 2023.

- Teir eru báðir partur av ungdómsrbeiðinum hjá B36 og tað er eitt avgjørt mál hjá okkum, at vit í størri mun skulu byggja liðið kring okkara egnu spælarar. Hetta eru spælarar, sum hava stórt potentiali, og sjálvt um teir longu hava bitið seg fastar á liðnum, so er framvegis nógv, sum kann leggjast afturat í spælinum hjá teimum, og tí er tað gleðiligt, at vit teir halda fram her hjá okkum í minsta lagi fram til 2023. Teir hava alla tíðina víst, at teir eru til reiðar at arbeiða hart og gera tað eyka arbeiðið, sum skal til, tá tú vilt røkka tínum málum, sigur Dan Brimsvík við heimasíðuna hjá B36.

Formaðurin, Magni Vatnhamar Mouritsen, fegnast eisini:

- Vit hava eina miðvísa ætlan um, at vit støðugt skulu menna okkara egnu spælarar. Vit eru sera fegin um, at Andrass og Martin veruliga hava bitið seg fastan á besta mansliðnum, og vit eru ikki minni fegin um, at teir nú hava skrivað undir fram til ársenda 2023.

Nú summarsteðgur er í Betrideildini, liggur B36 á fimta plássi við 24 stigum fyri 14 dystir. Liðið hevur spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

53 Leygardagur 10. juli 2021

Kronberg heldur fram í bláum

Oddaliðið KÍ hevur longt við 34 ára gamla danan Claes Philip Kronberg

Claes Kronberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ hevur longt við 34 ára gamla danan, sum verður í bláum til kappingarenda í 2022

Claes Philip Kronberg, sum kom til KÍ undan hesum kappingarárinum, hevur nú longt við oddaliðið

34 ára gamli danin hevur í ár spælt 13 dystir fyri KÍ, og er skrásettur fyri trý mál og seks upplegg.

[object Object]Claes Philip Kronborg og Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari (Mynd: KÍ) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2021

54 Leygardagur 10. juli 2021

U17: Fáar minuttir frá at fáa stig á útivølli móti Danmark

Lisa Haraldsen úr 07 Vestur skoraði til 1-1, men Danmark fekk avgerandi málið í fyrsta dystinum í NM-kappingini í Jútlandi

Tær ellivu, ið byrjaðu fyri Føroyar. Ovast frá vinstru: Gunnvá Lützen, Sólja Ernstdóttir, Jórun N. Patawary, Astrid Mittfoss, Lisa Haraldsen og Anna Katrina Mikkelsen. Fremst frá vinstru: Rakul Sørensen, Jonnhild á Sondum, Fríða Jakobsen, Brynhild Janusardóttir, Jancy Mohr (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U17-genturnar settu týsdagin gongd á NM-kappingina, sum er á skránni í Jútlandi. Danmark, ið hevur tvey lið við í kappingini, tók ímóti.

Talan var um yngra liðið hjá Danmark, ið hevur býtt tað upp í leikarar frá 05 og 06-árganginum, so mótstøðuliðið í dag var í roynd og veru eitt U16-landslið. Á føroyska liðnum eru leikarar, sum eru føddar í 2005 ella 2006.

Donsk gentu- og kvinnulandslið eru vanliga heilt sterk, so hóast tær hjá Danmark í miðal vóru nakrar mánaðir yngri, so var talan um eina trupla uppgávu hjá okkara gentum, ið hildu málið reint í fyrra hálvleiki.

[object Object]
Føroyski málskjúttin í dag, Lisa Haraldsen, fær her boð frá venjaranum Paula Poulsen til eina venjing í vetur (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Vertirnir komu á odda stutt eftir steðgin, men bert fimm minuttir seinni javnaði Lisa Haraldsen úr 07 Vestur.

Støðan helt fram til beint undir tíggju minuttir vóru eftir. Tá avgjørdi Signe Tingager dystin. Sambært hagtølunum hjá dystir.fo var hetta uppiborið, tí tað var 8-3 í málroyndum og 5-1 í hornaspørkum.

NM (Open Nordic) fyri U17-gentur
1. umfar - 06. juli, Ribe
Danmark - Føroyar 2-1 (0-0)
50' Emma Nielsen 1-0
55' Lisa Haraldsen 1-1
82' Signe Tingager 2-1

Føroyar: Gunnvá Lützen - Sólja Ernstdóttir, Jórun Najma Patawary, Astrid Mittfoss, Lisa Haraldsen, Anna Katrina Mikkelsen (L), Rakul Sørensen, Jonnhild á Sondum, Fríða Jakobsen, Brynhild Janusardóttir, Jancy Mohr

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Teresa Jacobsen, Vár Johannesen, Estrid K. Mørkøre, Lea Tórarenni, Súsanna Laksáfoss Godtfred

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

55 Leygardagur 10. juli 2021

EM-troyggjan hjá Store Larsen er stolin

Varð stolin frá framsýning á Ofelia Plads miðskeiðis í juni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Troyggjan, sum fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var í, tá hann skoraði fyri Danmark í 2-1 sigrinum á Fraklandi í EM-kappingini í 1992, er stolin.

Tað hendi í gjár á Ofelia Plads í Keypmannahavn.

Henrik “Store” Larsen vitjaði plássið, sum er eitt slag av miðpunkti fyri EM-øsingina, sum valdar í Danmark, nú liðið hevur spælt seg fram til hálvfinaluna. Á plássinum er ein lítil EM-framsýning, har troyggjan við nummar 13 er ein av lutunum, ið er at síggja.

Men tá Henrik Larsen kom fram í gjár, varð staðfest, at troyggjan er burtur – stolin.

- Kona mín legði til merkis, at troyggjan var burtur – undarligt, hugsaði eg. Eg spurdi ein vakt, og hann upplýsti mær, at onkur hevur skrúva glasplátuna av og er farin avstað við troyggjuni, greiðir Henrik Larsen frá fyri dr.dk.

- Vit eru nakrir spælarar, sum laga latið fleiri lutir til framsýningina. Tað er spell, at fólk ikki vilja lata lutirnar fáa frið, so øll ið koma her, kunnu uppliva EM-stemningin. Spell at nøkur við ov longum fingrum skulu oyðileggja hetta, sigur Henrik Larsen.

Hann hevur lagt eini boð út á Facebook, sum eru deild fleiri hundrað ferðir, har hann biður um, at troyggjan kemur aftur.

Troyggjan er løtt at kenna aftur, um onkur skuldi latið seg í hana.

- Hon er hvít, har stendur “Larsen” og talið “13” á bakinum, og autografurin hjá mær er á høgru øksl. Tað eru ikki nógvar sum henda í umferð, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin og EM-vinnarin frá 1992.

Enn er óvist nær og hvussu troyggjan er horvin.

- Vit halda, at tað hendir 12. ella 13. juni. Tí hon hekk á sínum plássi tá framsýningin lat upp 11. juni, sigur Lene Kryger Pedersen, verkætlanarleiðari fyri hesi framsýningini, ið hevur ferðast runt í Danmark fyri at minnast EM-sigurin í 1992.

Hon heitir á tjóvin um at koma aftur við troyggjuni. Tað nýtist ikki at vera persónliga. Viðkomandi kann bara koyra troyggjuna í ein brævbjálva og senda hana til DBU (danska fótbóltssambandið, -red.), sigur hon við dr.dk.

Hon harmast um, at Henrik Larsen ikki hevði fingið boðini um at troyggjan var stolin, áðrenn hann við egnum eygun mátti ásanna tað á staðnum.

Stuldurin er meldaður til løgregluna í Keypmannahavn, sum arbeiðir við málinum.

Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari í árunum 2002 til 2005 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

56 Leygardagur 10. juli 2021

Italia er fyrri finalisturin

Tað endaði við brotssparksdrama á Wembley. Donnarumma bjargaði royndini frá Morata, ið ananrs var hann, ið syrgdi fyri, at Spania kom so langt, og so kundi Jorginho kaldliga avgera hálvfinaluna

Tað var eingin ivi, tá Jorginho kundi avgerða hálvfinaluna. Chelsea-miðvallarin var tryggur úr ellivu metrum í býnum, har hann vanliga venur og spælir (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Annað EM-endaspælið á rað sendi Italia Spania út, og Gli Azzuri skal fyri fjórðu ferð spæla EM-finalu. Hetta er greitt eftir eitt langt kvøld á Wembley.

Spania byrjaði hálvfinaluna betri, men kom ikki nærri enn skotroynd frá Dani Olmo, ið Gianluigi Donnarumma bjargaði. Italia hótti eisini nakrar ferðir, og eitt skot, tá spanski málverjin ikki var í málinum varð blokerað, og eitt frá Emerson - avloysaranum hjá skadda Spinazzola á vinstra bakki - snittaði yvirleggjaran.

Annars høvdu spaniólar bóltin nógv meira, men tað kom lutfalsliga lítið burturúr. Italia dúvaði nógv upp á umstillingar, og tá ein tími var leiktur, gav hetta úrslit. Eitt spanskt innlegg endaði hjá Donnarumma, ið setti skjótt í gongd.

Bólturin kom út til Insigne í vinstru, hann royndi at spæla Immobile djúpt, Laporte fekk kastað seg niður og takklað bóltin eitt sindur burtur, men hann endaði við føturnar hjá Federico Chiesa. 23-ára gamli kviki og kraftmikli kanturin hevur fingið eitt gjøgnumbrot fyri Juventus í farna kappingarári, og nú tók hann tríggjar skjótar og góðar nertingar, og staddur nakað til vinstru í brotsteignum, legði hann bóltin sera væl í longra málhornið. Unai Simon hevði ongan møguleika, Spania á knøunum og nærum sansaleysur italskur fagnaður.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Chiesa fekk fatur á einum leysum bólti og skoraði eitt vakurt mál, ið eina løtu sá út til at senda Spania víðari (Mynd: EPA)

Næstu tjúgu minuttirnar hóttu teir í reyðum lítið og einki. Oyarzabal fekk ikki stýrt góðum innleggi í málið - Sociedad-leikarin rakti heldur ikki bóltin, tá hann brádliga gjørdist fríur í fyrra hálvleiki - og hetta var besta støðan. Italia tyktist at hava gótt tamarhald á, og Simon varð noyddur at bjarga royndini frá innskifta og lívliga Beradi.

Alvaro Morata kom á vøllin um sama mundi, og tað var hann, ið tryggjaði Spania eina lívlinju. Laporte fann hann millum keturnar, áleyparin setti ferð á, spældi gott bandaspæl við Dani Olmo við brotsteigarmarkið, og komin inn í brotsteign setti Morata bóltin kaldliga í netið.

Italumenn tyktist heldur skelkaðir, og spaniólar vóru eisini betri næstu løtuna og í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini. Í 2. hálvleiki hevði Beradi bestu støðuna, men tað merkist, at leikarar vóru troyttir og bangnir fyri at gera mistøk. Tað luktaði av brotssparkskapping, og soleiðis varð eisini.

Bæði liðini misnýttu síni fyrstu skot, men síðani kom hol á, og tey næstu fimm skotini vóru trygg.

Harvið var 3-2 til Italia ið skeyt fyrst, og so stóð Morata ikki fyri trýstinum. Donnarumma las hann, og so visti tey flestu hvat fór at henda: Jorginho var ísakaldur. Miðvallarin gjørdi eitt lítið lop, fekk Simon at nærum seta seg niður, og rullaði bóltin niður í hitt málhornið og sendi harvið Italia í finaluna.

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

EM-hálvfinalur
6. juli

Wembley, London
Italia - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 5-3 eftir brotssparkskapping
60' Federico Chiesa 1-0
80' Alvaro Morata 1-1

Brotssparkskapping:
Simon bjargar royndini frá Locatelli
Dani Olmo skýtur uppum
Andrea Belotti 2-1
Gerard Moreno 2-2
Leonardo Bonucci 3-2
Thiago Alcantara 3-3
Federico Bernardeschi 4-3 
Donnarumma bjargar royndini frá Morata
Jorginhi 5-3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021

57 Leygardagur 10. juli 2021

Danmark fall við æru - Ongland í sínari fyrstu EM-finalu

Avgerðin á Wembley fall, tá Harry Kane í longdu leiktíðini setti returbóltin í málið, eftir at Schmeichel hevði bjargað hansara brotssparki

Teir í hvítum og svørtum skrivaðu søgu í kvøld (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danska EM-ævintýrið endaði í hálvfinaluni mikukvøldið. Hetta var sum so ikki óvæntað, tí stinnu onglendingarnir vóru á dagsskránni og á heimavølli, og tað vóru teir, ið skrivaðu søgu.

Liðið hjá Kasper Hjulmand vísti tó í fyrra hálvleiki, at tað væl kundi spæla við, eins og ætlanin hjá venjaranum greitt var. Danmark fekk hótt Ongland nakrar ferðir, og eftir hálvan tíma fingu teir reyðkløddu fríspark áleið 25 metrar úr málinum.

21-ára gamli hvirluvindurin Mikkel Damsgaard smekkaði til, bólturin ferðaðist skjótt og heldur løgið, og Pickford rakk ikki eftir honum, tí hann fór heilt undir yvirleggjaran. Eitt frálíkt frísparksmál - tað fyrsta av sínum slagi í endaspælinum - og so var tað sum ein spreinging í donsku leguni, meðan mongu heimaáskoðarnir vóru kúrrir og stúrnir.

[object Object](Mynd: EPA)

Ongland ressaðist við, og heilt stutt eftir málið hevði Kasper Schmeichel eina góða bjarging, tá Raheem Sterling gjørdist fríur.

Nakrar minuttir seinni royndi Bukayo Saka at finna Sterling við tvøralvering í brotsteignum, eftir at Kane væl hevði spælt Saka frían í høgru. Simon Kjær kastaði seg niður og royndi at verja fyri, men endaði við at ístaðin beina bóltin í egið mál. Danski liðformaðurin spældi annars aftur ein heilt góðan dyst í miðverjuni.

[object Object](Mynd: EPA)

Danmark byrjaði væl eftir stegðin, og fyrstu minuttirnir vóru opnir og lívligir. Síðani setti dysturin seg meira, og Ongland tók so líðandi heilt yvir. Danska liðið fall longur aftur á vøllin og fyriuttan eitt gott skot frá Kasper Dolberg, ið hevði skapt sær pláss á brotsteigarmarkinum við góðari vending, so kom liðið ikki til málmøguleikar.

Í hinum endanum bjargaði Schmeichel væl stútara frá Maguire, og tað vóru serliga deyðbóltar, ið Ongland hótti við. Liðið hjá Southgate hevði bóltin nógv meira, men leikferðin móti vælskipaðu dønunum var ikki nóg høg. Grealish kom á vøllin, Kane kom nær við móti endanum, men neyðugt varð við longdari leiktíð.

Har sat heimaliðið á tí, danir vóru kroystir, og avgerðin fall ímóti endanum av fyrra hálvleiki. Sterling slapp innum í høgru, og millum Mæhle og innskifta Mathias Jensen fór kviki kanturin umkoll. Makkelie peilkaði á blettin. Tað sá út til at vera heilt tunt, hóast eitt lítið sindur av kontakt helst var.

Eitt sindur av ruðuleika var eisini, tí tað sá út sum, at tveir bóltar vóru á vøllinum í støðuni, men hetta ávirkaði tó sum so ikki. Sterling sá út til at detta lætt, men VAR-kanningin broytti einki, og  Makkelie fór ikki út at hyggja.  Kane royndi seg úr ellivu metrum, Schmeichel hevði lisið hann, men í royndini at halda bóltinum, sprakk bólturin líka niður í svørin og út til áleyparin aftur, og hesuferð var eingin ivi.

2-1 og so loysnaði tað upp á Wembley - eitt ordans brøl.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]Enski venjarin, Gareth Southgate, hevur gjørt tað, sum eingin frammaundan honum hevði megnað  (Mynd: EPA) 

“Football’s coming home” rungaði fleiri ferðir næstu løtuna, og leingi eftir seinasta bríksl. Tí Ongland spældi seg á fyrsta sinni í eina EM-finalu.

Jensen kundi ikki spæla víðari vegna skaða, og danir manglaðu orkuna at av álvara bjóða av seinastu 15 minuttirnar. Í yvirtali løgdu onglendingar seg longur aftur, og tá teir fingu bóltin, hildu teir væl og róliga fast í hinum.

Southgate og hansara menn hava skrivað søgu, og tað kann verða eitt heilt serligt summar við sigri á Italia á Wembley sunnukvøldið. Ongland var betra liðið, men danir stríddust væl og kunnu samanlagt vera heilt væl nøgdir við endaspælið, har teir eru komnir við nógvari orku og megi og hava víst heilt gott spæl til tíðir.

Mest av øllum hava teir í danska hópinum víst eitt krútsterkt samanhald og evni og styrki til at reisa seg og takkal støður - tað er um nakað eitt lið, ið hevur savnaði tjóðina, og sum aftur vísur, at fótbóltur als ikki bert er eitt spæl.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

EM-hálvfinala

7. juli

Wembley, London
Ongland - Danmark 2-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
30’ Mikkel Damsgaard 0-1
37’ Sjálvmál 1-1
104’ Harry Kane 2-1

Finalan millum Italia og Ongland verður spæld á Wembley sunnukvøldið klokkan 20

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

58 Leygardagur 10. juli 2021

Dia Midjord verður venjari í Noregi

Hevur skrivað sáttmála við felagið Florø SK Handball, sum spælir í triðju deild

Dia Midjord, til vinstru, her sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski hondbóltsvenjarin, Dia Midjord, fer komandi trý árini at taka sær av venjingini í norska hondbóltsfelagnum Florø SK Handball.

Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Dia Midjord er útbúgvin journalistur, útbúgvin í Noregi. Hann var stjóri fyri Kringvarp Føroya árini 2012 til 2017. Seinastu árini hevur hann verið stjóri í Pf. Auto, men fór úr hesum starvi herfyri.

Dia hevur hægstu útbúgving innan hondbóltsvenjing, og hevur við síðuna av sínum vanliga arbeiði, verið venjari á høgum støði í føroyskum hondbólti, eisini við ábyrgd av ymsum landsliðum.

Nú verður hondbóltur hansara høvuðsstarv. Heimasíðan hjá Florø SK skrivar, at Dia Midjord verður fulltíðarsettur í felagnum, og verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og kvinnuliðnum hjá felagnum. Eisini fær hann fakligu ábyrgdina av venjingini í ungdómsdeildini.

Dia Midjord hevur fyrr roynt seg sum venjari í felagnum, skrivar Florø SK Handball.

Felagið skrivar, at setanin av Dia Midjord er ein liður í eini strategi at lyfta støðið í felagnum, so at felagið kann staðfesta sína støðu sum ein kraftdepul í norskum hondbólti “millum Bergen og Molde”.

Dia Midjord byrjar í starvinum í august.

Umleið 9.000 fólk búgva í Florø, ið liggur við vesturstrond Noregs, umleið 150 kilometrar norðan fyri Bergen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2021

59 Leygardagur 10. juli 2021

Leivur skal royna seg í Odder

22-ára gamli vinstri vongurin úr Hoyvík, sum seinastu árini hevur verið kring A-landsliðið, skal komandi kappingarár spæla í næstbestu donsku deildini

Leivur Mortensen í landsdysti fyri Føroyar í Luksemborg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var eitt skifti knýttur at høvuðsstaðarfelagnum Ajax København, ið eisini spælir í 1. division. Síðani vendi hann aftur til Hoyvíkar, ið hann umboðaði seinna part av kappingarárinum í fjør, og nú skal 22-ára gamli vongurin royna seg í øðrum felagi í næstbestu donsku deildini. 

Leivur Mortensen skal í 2021/2022 hava heimavøll í Odder, ið liggur beint sunnan fyri Århus. Landsliðsmálverjin Tórður Skorheim Guttesen, ið nú er farin aftur til Kyndil, var partur av hópinum hjá Odder fyrra partin av síðsta kappingarári.

Í vikuni hevur Odder Håndbold kunngjørt, at tveir nýggir vinstru vongleikarar nú eru í felagnum. Annar er hoyvíkingurin, ið verður lýstur sum ein sera spennnandi leikari, ið er ein tekniskt dugnaligur avsluttari, ið eisini hevur góðar dygdir í verjuspælinum 

Nevnt verður eisini, at ungi føroyingurin vanliga er partur av føroyska landsliðnum.

[object Object]
Leivur Mortensen í flúgvandi stíli fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2021

60 Leygardagur 10. juli 2021

Zakarias og Ronja áttu munin í Vágum

Seinasta vikuskiftið var várkappríðing í Vágum – í Tvíspor I vóru einans 0,6 sekund á muni millum tey tvey fremstu

(Mynd: Rani í Dali)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sjáldan um nakrantíð man tað hava verið so tætt millum rossini í Tvíspor l flokki. Einans 0,8 sek var á muni millum nummar eitt og nummar seks, tá tey kappaðust í Vágum. Men tað endaði við, at Zacharias R. Jacobsen og Ronja vunnu.

Tað kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá tíðtakarunum, til hesa kappingina og hevði útgerðin ikki verið skift út fyri nøkrum árum síðani, hevði tað verið neyðugt við fleiri umryttum, men nýggja útgerðin er so neyv, at nú kemur hetta næstan ikki fyri longur.

Tað var tó líka við, tí munurin millum Ronju hjá Zacharias R. Jacobsen og Svonnu við Barbaru Chaparro á baki var einans tveyogtjúgu hundrandapartar av einum sekundi, tað er ikki nógv, tey brúkti ávíkavíst 18:32 og 18:54 sekund um teir 250 metrarnar, skrivar Ríðisambandið.

Munurin til nummar trý, vinnarin við Leynavatn, Spirit við Bergfríð Lassen, var eisini lítil. Spirit hevði tíðina 18:70.

Hini rossini í fyrsta flokki vóru eisini sera tøtt og øll kundu vunnið á degnum. At tað er so tætt millum rossini boðar frá góðum, skrivar Ríðisambandið.

Hinar kappingarnar vóru eisini spennandi og sum í Tvíspor l flokki vóru eisini aðrir fleiri nýggir vinnarar. Serliga var tað skeiðkappingin ið var spennandi, heili fimm ross megnaðu at koma undir 10 sekund um teir 100 metrarnar. Hetta kemur ikki ofta fyri. Endin var at Jóna Ólavsdóttir á Laxa vann, ein hundrandapart frammanfyri Randarsól Heinesen á Stígur.

Tølt vann Silja G. Eystberg á Tango, Trav Birita Lützen á Freyr, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Silfu og Tvíspor ll flokk vaksin vann Rebecka Jørgensen á Gordon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2021

61 Leygardagur 10. juli 2021

Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður 4. september

Renn ella gakk gjøgnum gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, úr Gásadali til Sandavágs kirkju

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrireikararnir av Føroya Vakrasta Hálvmarathon hava nú tikið støðu til, at tiltakið í ár verður leygardagin 4. september.

Nú koronastøðan er batnað og sambært nýggjastu upplýsingunum frá myndugleikunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir síðstu vikuna í august, meta vit at tað er ráðiligt at gjøgnumføra Føroya Vakrasta Hálv Marathon aftur. 

Atgongumerkir fyri 2020 eru galdindi fyri 2021. Um so er at ikki ber til at luttaka ber til at fáa peningin aftur. 

Renningin verður leygardagin 4. september, og leiðin gongur úr Gásadali til Sandavágs kirkju, gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Eisini ber til at ganga teinin.

Gott 500 fólk eru longu meldað til renningina í ár, men rúm eru fyri 500 afturat, verður sagt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2021