Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 17. juli 2021 | Nr. 29 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Flakavirkið á Sandi letur upp aftur sum góðskingarvirki

SíÐa 2

1 Leygardagur 17. juli 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Løgmaður sleppur – onnur sleppa ikki

Seinasta leygardag høvdu vit eina inniliga áheitan til løgmann á hesum stað í blaðnum um at spyrja kongshúsið, um tey ikki vinarliga kundu útsett vitjanina hjá Margretu drotning til eftir at koronasmittan er avhasað her á landi.

Áheitanin varð borin fram í eini banalari vón um, at landsins myndugleikar dugdu at ásanna, at tað ikki er samanhangur millum at skipa fyri almennum vitjanum við so stórum fólksligum áhuga, samstundis sum somu myndugleikar gera alt fyri at forða fyri at aðrir fyrireikarar av tiltøkum, ið savna nógv fólk, kunnu gjøgnumføra síni tiltøk.

Tí tað er ikki samanhangur í grundgevingunum, sum siga, at tað er meira vandamikið at hyggja eftir kappróðri til dømis, enn at trokast saman í eitt nú Vágsbotni fyri at fáa eygnakontakt við drotningina.

Vit vanligu borgarar hava nú bara fingið staðfest, at er talan um eitt tiltak, sum landsstýrið gjarna vil skipa fyri, so eru ongar avmarkingar. Avmarkingarnar eru bara galdandi fyri tiltøk, sum onnur skipa fyri.

Og tað er ikki rímiligt.

Í oddagreinini spurdu vit hvør vildi átaka sær uppgávuna at telja upp í 500 í sambandi við drotningavitjanina. 500 er jú tilmælta hægstamark fyri hvussu nógv kunnu savnast, og fremsta vápn hjá myndugleikunum at forða øðrum at halda tónleika- og ítróttatiltøk, har fólk standa tætt.

Vit kunnu bara staðfesta, at hóast føroyska politistyrkin hesar seinastu dagarnar við drotningavitjan er økt við fleiri servandum løgreglufólkum úr Danmark, so er ongin, ið hevur fingið uppgávuna at ansa eftir at ikki ov nógv savnast í mannamúgvum. Tí tað hava verið fleiri enn tey tilmældu 500 fólkini til staðar í sambandi við drotningavitjanina.

Hvørt tað fer at raka okkum aftur í form av øktum smittutilburðum, er ikki vist. Um tað hendir – og vónandi hendir tað ikki – so er tað ein vanlukka, ikki minst fyri løgmann, landsstýrið og kongshúsið, og um tað ikki hendir, ja, so er enn lættari at skilja fyrireikararnar av eitt nú tónleikafestivalum, sum standa enn meira spyrjandi við spurninginum, hví tey ikki kundu sleppa, tá løgmaður og drotningin sluppu.

Annars, so hevur drotningavitjanin – higartil – verið væl eydnað, hóast avbjóðingarnar við vánaligum ferðalíkindum og tekniskum trupulleikum umborð á skipi hennara hátigns.

Hon dugir at útinna sítt vald á sín vinarliga, hugfarsliga og smílandi hátt, Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid drotning, og tað eigur hon stórt rós uppiborið fyri.

Nú er ikki annað at gera enn at vóna og krossa fingrar fyri, at restin av drotningavitjanini eisini spælir væl av, og at vitjanin ikki fer at elva til størri smittutrýst her á landi. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6618

    Lisnar síður: 20701

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 17. juli 2021

Flakavirkið á Sandi letur upp aftur sum góðskingarvirki

Eitt partafelag undir stovnan hevur fingið tilsøgn frá Sands kommunu um at leiga bygningin, eftir at kommunan hevur yvirtikið hann frá gomlu eigarunum

Eyðvarur Petersen og Heri Sverrason, borgarstjóri, framman fyri virkið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Leivur Hansen

Líkt er til, at lív nú loksins kemur í aftur flakavirkið á Sandi, eftir at tað hevur staðið stilt í tvey áratíggju ella so.

Stendur tað til Eyðvar Petersen o.fl. á Sandi, letur virkið upp aftur í heyst ella í vetur – tó ikki sum flakavirki, men sum góðskingarvirki.

Ætlanin er í hesum sambandi at stovna eitt nýtt partafelag, ið skal leiga flakavirkið frá Sands kommunu.

Kommunan hevur júst ognað sær bygningin frá gomlu eigarunum, Delta Seafood, sum hjúnini Óli og Ann-Dorith Nattestad í Hirtshals yvirtóku saman við Sandoy Seafood í Skopun herfyri.

[object Object]

Keypsprísurin ein króna
Sambært Hera Sverrason, borgarstjóra á Sandi, er keypsprísurin fyri virkið ein króna umframt at kommunan hevur strikað falna leiguskuld.

Samstundis sum kommunan í longri tíð hevur roynt at fingið hendur á virkinum, hava samráðingar verið millum Eyðvar Petersen og kommununa um at leiga virkið, ið stendur á lendi á havnarlagnum úti á Støð, sum kommunan frammanundan eigur.

- Og nú hava vit umsíðir fingið tilsøgn um at sleppa at leiga virkið, fegnast Eyðvarur Petersen um.

Heri Sverrason váttar samstundis, at nú er klárt at skriva undir leigumálið.

Vóna at gongd kemur á skjótt
Full semja var í bygdarráðnum um bæði at yvirtaka virkið og at ganga umsóknini frá Eyðvari Petersen o.fl. á møti.

- Vit ynskja nýggju leigarunum blíðan byr og vóna, at teir kunnu fara undir sítt nýggja og sera spennandi virksemi her í bygdini skjótast gjørligt, sigur Heri Sverrason.

Hvørki hann ella Eyðvarur vilja upplýsa leiguprísin fyri bygningin, men talan er um ein sámuligan prís, eru teir báðir samdir um.

Alifyritøkan Mowi hevur brúkt part av virkinum sum goymsluhøli seinastu árini, men sum skilst ætla teir at fara undir at byggja egnan bygning í næstum aðrastaðni á havnarlagnum.

[object Object]
Eyðvarur Petersen er eisini reiðari á línuskipinum Sandshavið (Mynd: Sverri Egholm)

Rekur Sandshavið
Eyðvarur Petersen hevur verið fiskimaður at kalla alt sítt lív.

Hann er partaeigari og reiðari í felagnum, sum eigur línuskipið Sandshavið (fyrr Fugltúgvan), sum hann og aðrir ognaðu sær í 2011.

Hesir eru eisini allir við í ætlanunum at umskipa flakavirkið til góðskingarvirki.

Tað verður tó í einum nýggjum felag, sum í løtuni er undir stovnan, sigur Eyðvarur Petersen, sum eisini er skipari á Sandshavinum.

Kortini er ikki ætlanin hjá nýggja virkinum at dúva upp á rávøru frá Sandshavinum.

- Nei, Sandshavið fer eins og higartil at fiska og selja umvegis Fiskamarknaðin á Toftum til flakavirkini kring landið, sigur hann.

Ikki kappast við onnur flakavirki
Eyðvarur Petersen leggur samstundis dent á, at nýggja virkið á ongan hátt verður kappingarneyti hjá flakavirkjunum.

- Okkara virki fer bert at taka ímóti fiski, sum flakavirkini ikki eru áhugað í ella hava brúk fyri, eitt nú avskurði og øðrum fiskaúrdráttum, staðfestir hann.

- Hvat hevur kveikt tykkum til at fara undir hesa verkætlanina?

- Vit hava mangan harmast um at síggja, hvussu nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum til útlendskar keyparar at gera sær dælt av. So hví ikki gera eina roynd at góðska fiskin her heima ístaðin, hugsaðu vit.

- Tá hetta ber til við góðum úrsliti hjá útlendingum, átti tað eisini at borið til hjá okkum, heldur stigtakarin á Sandi.

[object Object]

Vóna eisini at fáa makrel
Hann váttar samstundis, at teir – í eini roynd at útvega so nógva rávøru sum gjørligt – eisini hava søkt Fiskimálaráðið um at fáa eitt sindur av makreli at góðska á virkinum, nú ætlanin er at útluta royndarkvotur í næstum í sambandi við nógv øktu makrelkvotuna í ár.

- Hetta hevði gjørt stóran mun og avgjørt verið við til at birt upp undir eina framgongd her í oynni, so vónandi sleppa vit ígjøgnum nálareygað hesa ferð, sigur Eyðvarur Petersen bjartskygdur, hóast svarið úr Fiskimálaráðnum til undanfarnu umsóknir hevur verið eitt tvørt nei.

Lata upp í heyst ella í vetur
Ikki er greitt, nær skjótt hálvthundrað ára gamla virkið úti á Støð letur upp aftur sum góðskingarvirki.

- Tað veldst um, hvat Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur um standin á virkinum, og hvat ið krevst av íløgum fyri at fáa lív í aftur virkið, sigur Eyðvarur Petersen.

Hann vónar tó, at tað ikki fer at ganga ov long tíð, áðrenn dyrnar kunnu latast upp aftur – vónandi í heyst ella í seinasta lagi í vetur.

Tástaðni verður eisini greitt, hvussu nógv fólk fáa arbeiði á virkinum, leggur hann aftrat.

[object Object]
Heri Sverrason, borgarstjóri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Staðið stilt helvtina av tíðini
Flakavirkið á Sandi varð bygt miðskeiðis í sjeytiárunum undir navninum Borgin. Privatfólk tóku seg saman um at seta virkið á stovn, væl stuðlað av arbeiðarafeløgum og øðrum.

Men vegna vantandi rávørutilgongd hevur virkið staðið stilt meira enn helvtina av tíðini síðani stovnanina.

Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum fór virkið av knóranum.

Í 1997 læt tað upp aftur við Delta Seafood á Tvøroyri sum eigara, men heldur ikki ta ferðina gekst eftir vild. Og síðani aldarskiftið hevur lítið og onki virksemi verið á nógv saknaða arbeiðsplássinum úti á Støð.

Eyðvarur Petersen vónar, at nýggju ætlanirnar saman við komandi Sandoyartunlinum fara at skapa grundarlag fyri einum betri, tryggari og hart tiltrongdum arbeiðsplássi í oynni, samstundis sum møguleikar tá eisini verða fyri skynsomum samstarvi við onnur virki aðrastaðni í landinum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2021

3 Leygardagur 17. juli 2021

Stór fjøld tók ímóti drotningini

Hóast drotningin kom við bili og ikki við Dannebrog sum ætlað, so varð móttøka á Bursatanga seinnapartin hósdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fólk høvdu leitað sær á Bursatanga í Havn um eitt tíðina í dag.

Tá var móttøka fyri Margretu drotning, sum næstu dagarnar vitjar kring landið.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á  Bursatanga:

[object Object]

[object Object]

F[object Object]

Fleiri myndir her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

4 Leygardagur 17. juli 2021

Margretha drotning á ferð í høvuðsstaðnum

Nógv fólk heilsaðu upp á drotningina á trappuni í Vágsbotni seinnapartin hósdagin. Eftir hetta var Margretha drotning á vitjan á Skúlanum á Fløtum og í Sjóvinnuhúsinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum byrjaði á Bursatanga klokkan 13 hósdagin, og seinnapartin vitjaði drotningin ymsastaðni í høvuðsstaðnum.

Eitt nú í løgtinginum, á trappuni í Vágsbotni, har nógv fólk vórðu savnað, á nýggja snotiliga Skúlanum á Fløtum og til síðst í Sjóvinnuhúsinum.

Sigrun Gunnarsdóttir gav í Sjóvinnuhúsinum drotningini ein málning, og eisini fekk hon ein brellbita upp á Trom sendirøðina.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

5

Størv

Verkætlanarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Leiðari til Ítróttaanlegg

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Barnsburðarfarloyvisstarv fyri samskiftisfólk á Umhvørvisstovuni

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

Undirvísingarstørv á Námsvísindadeildini

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Visitator/ fyribyrgjari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Lærlingur til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Námsfrøðingur/hjálparfólk til náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:

Kt-trygdarfólk

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

KT-verkætlanarleiðari til TAKS

Meira Umsóknarfreist: 16. apríl 2024

Verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Deildarleiðari til eldrasambýlini oman Mattalág og oman Hoydalar

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024
6 Leygardagur 17. juli 2021

Handaðu drotningini ringprón

Margretha drotning fekk gávu frá løgtinginum og landsstýrinum í sambandi við 80 ára føðingardagin í fjør

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein prónur, gjørdur eftir tí próni, sum varð funnin í fornfrøðiliga útgrevstrinum í Tjørnuvík í 1956, varð í dag latin Margrethu drotning í gávu.

Hon hevði 80 ára føðingardag 16. apríl í fjør, og í tí sambandi var gávan handað í dag, nú drotningin var á vitjan í Tinganesi eftir middag.

Prónurin var fyrsta prógv um, at fólk búleikaðust í Føroyum í víkingatíð.

Tað er Katrin Andreasen, sum hevur gjørt prónin úr 18 karat gulli. Prónurin liggur á føroyskari ull í einum skríni, sum snikkarin Sigmund Sørensen hevur gjørt meðan gullsmiðurin Herfinn Seloy hevur gjørt lásini.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

- Við hesi føðingardagskvøðu vilja vit nýta høvið at fagna aldagamla vinabandinum Føroya og Danmarkar millum. Okkara tøttu bond knýta okkum saman sum lond og fólk, har kongshúsið, eins og prónurin, heldur heildini virðiliga saman, siga Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í heilsanini til drotningina.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

7 Leygardagur 17. juli 2021

Gull og basalt til Margrethu drotning

Margretha drotning fekk handað gávu frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum siður er, fekk Margretha drotning handað eina gávu frá borgarstjóranum tá ið Tórshavnar kommuna var vertur fyri drotningavitjanini seinnapartin hósdagin.

Drotningin fekk gávuna handaða á Hafnia, har Margretha drotning varð boðin til ein miðmála.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Turið Nolsøe Mohr hevur sniðgivið gávuna. Talan er um eina brosju úr gulli og basalti.

Turið er fødd og uppvaksin í Føroyum, men býr uttanlands. 

Íblásturin til at arbeiða við smykkum er sprottin úr longslinum eftir føroysku náttúruni. Tí kennist tað natúrligt hjá Turið at arbeiða við gulli og basalti - hesum steinslagnum, sum hevur evnað til Føroyar.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

8 Leygardagur 17. juli 2021

Drotningin vitjar í Svínoy

Margreta drotning kom til Svínoyar við tyrluni fyrrapartin fríggjadagin

Heri Joensen, prestur, upp á tveymanshond við hennara hátign, greiðir frá søguligum viðurskiftum í Svínoy (Mynd: Jógvan Horn)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Svínoyarbygd var stákað upp, nú hon fekk kongaliga vitjan fríggjadagin.

Margreta drotning kom við tyrlu úr Havn, og komin til Svínoyar fekk hon høvi at uppliva stásiliga minnismerki Dropan yvir fólk, sum hava latið lív á sjónum og í berginum seinastu 300 árini.

Eisini vitjaði drotningin í dansistovuni í bygdini.

Myndirnar úr Svínoy hevur Jógvan Horn tikið

[object Object]

[object Object]Listamaðurin Edward Fuglø greiðir drotningini frá Dropanum

[object Object]

Fleiri myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

9 Leygardagur 17. juli 2021

Summardái til Daisy framman fyri Mentanarhúsinum

Serligt tyrlupláss lagt út til drotningina í Fuglafirði

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í gjár var stórur dagur í Fuglafirði, tá býurin fekk vitjan av Margretu drotning.

Ongin fastur tyrlupallur er í Fuglafirði, so til endamálið er eitt tyrlupláss sett út á stóra økinum undir Mentanarhúsinum. Og sirkulin har tyrlan skal lenda, er vakurt prýdd sum ein summardái.

Summardáin er blóman hjá Margretu drotning, hvørs kelinavn er Daisy, enska orðið fyri summardáa.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

10 Leygardagur 17. juli 2021

Hugtakandi veggjaprýði avdúkað í Fuglafirði

Lýsir søguliga leiklutin hjá kvinnuni á plássinum, sum einaferð var fiskastykki, mitt í bygdini

(Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Fuglafirði hava tey seinastu tíðina hampað og pyntað um býin, nú Margreta drotning skuldi koma til býggja á kongaligari vitjan.

Mitt í býnum, á Muntra, er eitt nýtt veggjaprýði komið upp at hanga. Fýra myndir av kvinnum og gentum í øllum aldrum í lívinum.

Hugskotið til listaverkið eigur Soffía Nón, og tað er eisini hon, sum hevur sniðgivið myndirnar. Eitt toymi av ungum í arbeiði undir leiðslu av Marionnu Beder hevur staðið fyri at seta listaverkið upp. Í arbeiðstoyminum vóru Amy Mita Helgadóttir, Angela Allansdóttir Hjaltalin, Anna Erlingsdóttir Joensen, Dávur Klein Juul, Emma Jóhannesardóttir Toftegaard, Sámal Torkilsson.

[object Object]
Suffía Nón, listakvinna

Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu skrivar soleiðis um verkið:

“Verkið hugleiðir og fevnir um fleiri evnir. Yvirskipað er verkið afturlítandi og nemur við ein av okkara týðandi grundarsteinum; fiskiarbeiðið, ið gjøgnum mong ættarlið hevur borið okkara samfelag og hendan stað. Vit síggja kvinnur, eldri og yngri, arbeiða á fiskastykki, og hevur staðsetingin av verkinum sjálvsagt ein týðandi lut í valinum av myndaevninum (Fiskastykki var á økinum, har bygningurin stendur. Restir av stykkinum síggjast framvegis oman fyri bygningin, -red.). Men samstundist er verkið eisini framlítandi og setur ljós á broytingar og mótsetningar gjøgnum tey seinastu ættarliðini; unga gentan tá og nú – møguleikar tá og nú.

Verkið er eisini ein heiður til kvinnuna. Ein takkarkvøða frá nútímans gentuni til hennara ættarmóðir, ta sterku og áhaldnu kvinnuna, ið gjøgnum fleiri ættarlið var tann berandi á landi meðan menninir vóru burtur við skipi. Okkara ættarmóðir hevði nógv at síggja til. Tað var hon, ið hevði ábyrgd av og syrgdi fyri heimaarbeiðnum, børnunum, teimum gomlu og teimum sjúku í bygdini, kríatúrunum og arbeiðinum á landi. Nógvir dagar vóru henni tungir, døkkir og merktir av djúpari sorg av at missa. Tíðum var hon noydd at seta seg sjálva, sínar kenslur og høvuðbrýggj til síðis tí arbeiðið skuldi fáast frá hondini; og bar hon av teirri orsøk tignarliga sítt bløðandi hjarta í tøgn og uttan andlit.

Tað eru okkara forfedrar og -møður, ið við sleipi og tungum døgum hava borðið okkum fram til samfelagið ið vit kenna í dag. Tey stríddust og løgdu lunnar undir eina ljósari framtíð fyri tey komandi ættarliðini, og gjørdu tey hetta fyrimyndarliga. Tað er teimum at takka, at heimurin nú, við øllum hugsandi møguleikum og góðum líkindum, liggur nútímans unglinginum víðopin. Og júst tað, at tað eru unglingar ið hava latið verkið úr hondum, setur ein serligan dám á pallin og undirstrikar hugføri og hugsanina við verkinum.

Latum okkum við virðing og takksemi minnast tey, ið hava borið og bygt hendan vakra stað — ættarlið eftir ættarlið. Send eitt flúgvandi hjarta út í renslið á alheimsins lokaða ringi; vit eru øll knýtt saman, ættarlið eftir ættarlið eins og eitt vakurt perluband.” 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

11 Leygardagur 17. juli 2021

Ilskast inn á hesa myndina

Drotningavitjan er fínasta slag, men festivalar mugu ikki haldast. Tað hevur fingið sinni í kók hjá fleiri

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur fingið øði í fleiri, at fólk í stórum mongdum savnast at heilsa upp á Margrethu drotning sum er á vitjan í Føroyum næstu dagarnar.

Nøkur teirra gera vart við seg á Facebook, og spyrja hví festivalar og onnur tiltøk ikki kunnu haldast, men at drotningavitjanin, sum eisini savnar nógv fólk, væl kann haldast, og uttan nakra stórvegis frástøðu.

Kjakast verður út frá einari mynd frá Portalinum í gjárkvøldið, sum var tá Margretha drotning vitjaði á trappuni í Vágsbotni.

- Hvar er logikkurin, spyr ein. G! festivalurin sum skuldi byrja í gjár varð noyddur at avlýsa av trýstinum frá politikarunum. Tað sama við Summarfestivalinu, barnalegum og øðrum, sigur sigur ein.

Dennis Holm, fyrrverandi borgarstjóri í Vági, ger eisini vart við sína ónøgd.

Hann vil vera við, at løgmaður pissar uppeftir rygginum á føroyafólki.

- Trúfast hava okur góðtikið enn einaferð at gera enn eina lutvísa "niðurlukking" av samfelagnum fyri felagsskapins skuld - í tráð við kósina, sum landins myndugleikar hava lagt. Sáttmálin" varð gjørdur millum landins leiðslu og okkum føroyafólk. Men eftir at okur í samfullar 15 mánaðir hava hildið "sáttmálan" fult og heilt, uttan stórt hóvasták, eru okur stungin í bakið av hinum sáttmála partin.

- Landins leiðsla skipar í hesum døgum fyri stórum tiltøkum kring landið. Tiltøk sum savna 100-tals fólk - eins og myndin úr Havn í dag vísir, skrivar Dennis Holm á Facebook.

[object Object]
Hesa myndina hevur Kristian Martin Joensen eisini lagt á Facebook. Drotningavitjan er ok, men G! festivalurin er ikki

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

12 Leygardagur 17. juli 2021

Gongur seint at koppseta føroyingar

Undir 500 fólk vórðu koppsett hósdagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast nóg mikið av koppingarevni er í tøkt í landinum, og myndugleikarnir hava heitt á føroyingar um at koma og lata seg koppseta, sær tað út til at ganga seint fyri seg.

489 fólk vórðu koppsett hósdagin. 210 fólk fingu fyrra prikið og 279 fingu seinna prikið.

Við hesum eru 62,5 prosent, sum hava fingið fyrra prikið, og 47,7 prosent hava fingið tvey prik og eru liðugt koppsett.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

13 Leygardagur 17. juli 2021

Áki Johansen tilnevndur sendimaður í Ísrael

Áki Johansen, ið er fyrrverandi sendimaður í London, tekur við sum sendimaður í Ísrael 1. august

(Mynd: ummr.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðst í juni mánað frættist, at John Rajani, ið tók við starvinum sum sendimaður í Ísrael 1. desember, gevst sum sendimaður fyri at gerast nýggjur løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir sum gevst eftir 25 ár. Nú er eftirmaður hansara funnin.

Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar frá, at Áki Johansen er tilnevndur sum sendimaður Føroya í Ísrael.

Áki Johansen er 52 ára gamal, og útbúgvin BA in International Political Studies og MA in International Management.

Áki Johansen hevur starvast í Uttanríkistænastuni seinastu 13 árini, og var hann sendimaður í London í árunum 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2021.

Áki Johansen tekur við sum sendimaður í Ísrael 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

14 Leygardagur 17. juli 2021

Fekk navnið “Rescue Lív”

Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag eitur nú Rescue Lív. Báturin varð navngivin leygardagin

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggi báturin hjá Havnar Bjargingarfelag sum higartil hevur havt navnið Tanum hevur nú fingið nýtt navn.

Tað hendi á samkomu í Vágsbotni farna vikuskiftið.

Nýggja navnið er tað sama sum undanfarni bjargingarbáturin hjá felagnum, Resue Lív.

Havnar Bjargingarfelag keypti bátin í fyrra árið, og síðani er báturin riggaður til. Nýggi Rescue Lív er rúmligari enn gamli báturin, og umstøðurnar hjá manningini eru nógv betri. Umstøðurnar til sjúkraflutning eru eisini væl betri, umframt at pláss er fyri fleiri fólkum umborð, gerst tað neyðugt í eini neyðstøðu.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

15 Leygardagur 17. juli 2021

Fólkatalið heldur fram at vaksa

1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum – størsti fólkavøksturin var í Tórshavanr kommunu, meðan Sumbiar kommuna hevði størstu afturgongdina

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. juni búðu 53.358 fólk í Føroyum. Tað er 834 fleiri enn á sama degi í fjør – ein vøkstur á 1,6 prosent.

Vøksturin seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn.

Nettoflytingin er minkað nakað seinastu tvey árini, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoytið til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, skrivar Hagstovan.

Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar kommunu, har 390 fólk fluttu til kommununa, meðan størsta afturgongdin var í Sumbiar kommunu, har átta fólk fluttu úr kommununi.

Størsti vøksturin í prosentum var tó í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosent – seks fólkum. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 4,1 prosent – 22 fólk.

Størsta minking í prosentum var í Fugloyar, Kunoyar og Húsavíkar kommunum, har minkingin var 2,6 prosent – ávikavist fýra, trý og eitt fólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

16 Leygardagur 17. juli 2021

Næstan 18.000 ferðaðust um flogvøllin í juni

Hetta er munandi meira enn í sama mánaði í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Talið av ferðafólkum, sum ferðaðust um Vága Floghavn í juni mánaði í ár var 17.906 fólk.

Hetta er munandi meira enn tey 9.945 fólkini, sum ferðaðust um flogvøllin sama mánaða í fjør.

Tilsamans fóru ella komu 58.592 fólk um flogvøllin seks teir fyrstu mánaðirnar í ár. Hetta er framvegis umleið 19 prosent færri enn í fjør, tá talið av ferðandi frá januar til juni var 72.350 fólk.

Sigast skal tó, at nógv tann størsti parturin av hesum talinum frá í fjør, kom í mánaðunum januar og februar, altso áðrenn koronasmittan støðgaði so at siga allari samferðslu millum lond.

2019 er framvegis tað árið, har tað tað varð ferðast nógv mest til og úr Føroyum. Seks teir fyrstu mánaðirnir í 2019 ferðaðust 186.099 fólk umvegis Vága floghavn, heili 42.743 bara í juni mánaði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

17 Leygardagur 17. juli 2021

5,2 milliardir í lønum fyrra hálvár

Hjá kvinnunum, ið áttu tvær milliardir, er vøksturin 9,3 prosent, meðan menninir, ið áttu 3,2 milliardir, høvdu eina minking á 0,9 prosent

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa.

Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 mia. krónur útgoldnar í lønum – góðar 140 mió. ella 2,8 prosent meira enn fyrra hálvár í fjør, og 5,4 prosent meira enn fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani, skrivar Hagstovan.

Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 mia. krónur, og kvinnurnar tvær mia. krónur fyrra hálvár í ár.

Hjá kvinnunum er talan um ein vøkstur á 9,3 prosent, meðan talan er um eina minking á 0,9 prosent hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Hjá kvinnunum heldur vøksturin fram, meðan lítil og eingin vøkstur hevur verið hjá monnunum seinasta hálvtannað árið.

Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum sæst, at lønargjaldingarnar í 'almenna o.a. tænastu' er talan um ein vøkstur á  7,8 prosent, og innan 'privatar tænastuvinnur' er vøksturin 8,5 prosent. Hinvegin minkaðu lønirnar í 'byggivinnu o.a. tilvirking' við 3,5 prosent, og í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnum' við 8,4 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

18
Leygardagur 17. juli 2021

Søgulig semja millum Føroyar og Noreg um makrelatgongd

Føroysk skip kunnu veiða 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið er eftir av árinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Noreg hava í dag gjørt semju um makrelatgongd, har føroysk skip kunnu veiða 83.524 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum, samsvarandi helvtini av føroysku makrelkvotuni fyri 2021. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

Londini eru harumframt samd um, at føroysk skip, sum veiða makrel í norskum sjógvi, sjálvi gera av, um tey landa hann í Føroyum ella Noregi. Somuleiðis gera norsk skip sjálvi av, um tey landa makrelin, sum tey veiða í føroyskum sjógvi, í Føroyum ella Noregi.

Jacob Vestergaard sigur, at semjan millum Føroyar og Noreg er søgulig, tí at ongantíð áður hava Føroyar fingið eina so stóra og góða makrelatgongd sum í semjuni, ið var undirritað fríggjadagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

19 Leygardagur 17. juli 2021

Nú verður møguligt at fáa viðlíkahaldsvenjing

Landsstýriskvinnan viå almannamálum hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar – freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent uppskot til kunngerð um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing til hoyringar. Frá 1. september 2021 fer Almannaverkið undir at veita viðlíkahaldsvenjing til fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar.

Endamálið við kunngerðini er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum. Og ætlanin er, at taluvenjing eisini verður ein partur av viðlíkahaldsvenjingini, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna.

Fyri at gera tað einfaldari fyri borgaran, er endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing samlað í einari kunngerð. Tvær milliónir krónur eru settar av til endamálið í ár, og verður tænastan útbygd sum frálíður.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er 11. august, skrivar Almannamálaráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

20 Leygardagur 17. juli 2021

Faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, tilnevnd

Faknevndin kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul – Bogi Bech Jensen, ph.d. í verkfrøði, er formaður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, fyri komandi trý árini.

Í faknevndini sita:
Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í verkfrøði
Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði
Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði
Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindi
Petur Steingrund, dr.philos. í fiskifrøði

Faknevndin er sett sambært kunngerð um stuðul til gransking við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Hon kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul.

Í faknevndini sita fimm limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkøn. Hesi verða vald við avgerð frá landsstýrismanninum. Limirnir verða tilnevndir fyri trý ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið.

Faknevndin stjórnar stuðulsskipanini til gransking og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul. Faknevndin er farin undir arbeiðið at viðgera umsóknir um stuðul, sum komu til freistina í vár. Umsøkjarar fáa svar áðrenn 1. september 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

21 Leygardagur 17. juli 2021

16 feløg: Er tíðin ikki komin til at Posta Pitsa gerst eitt veruligt privat felag?

Heldur enn at laga seg til eftirpsurningin hevur Posta kastað seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur, siga flutningsfeløg, sum vísa á, at Posta sum alment partafelag hevur stóran fyrimun í kappingini við privatar fyritøkur

Tað vakti ans á vári í fjør, tá Posta byrjaði at koyra mat út fyri Gist & Vist (Mynd: KVF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Posturin er minkaður so nógv í vavi, at almenna felagið Posta í alsamt vaksandi mun sær seg neyðugt at kasta seg út í kapping við privatar vinnuaktørar. Bara fyri at vera til. Er tíðin ikki komin til at Posta Pitsa gerst eitt veruligt privat felag?

Soleiðis byrjar eitt skriv til miðlarnar, sum 16 flutningsfeløg hava skrivað undir.

– Heldur enn at laga seg til eftirspurningin, so hava Joel undir Leitinum og hansara fólk kastað seg út í allar hugsandi og óhugsandi vinnur fyri at halda kolossinum á fótum, skriva feløgini, sum vísa á, at Posta sum eitt alment partafelag hevur fyrimun í kappingini við privatar fyritøkur, sum virka á privata marknaðinum.

– Uttan her at siga júst hvussu ein privatiseringsloysn eigur at síggja út, so vilja undirritaðu partar mæla til, at gongd verður sett á at syrgja fyri at vøksturin og dynamikkurin í Posta kemur út í privata vinnulívið at arbeiða, heldur enn í einum ógjøgnumskygdum almennum felagi.

Tey feløgini, sum hava skrivað undir, eru Norlink, Faroe Express, Navigare Shipping, EUR Express, Safari Transport, Faroe Agency, Auto, G-Cargo, Mikkjalson Flutningur, HøjFlutningur, Shipping.fo, Suðuroyarleiðin, ASB, Tor-Shipping, Sand Ship (Sandgrevstur), og IR Lastbilar.

Alt skrivið kann lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

22 Leygardagur 17. juli 2021

Ógvusligur eldur í bussi

Bussurin stóð parkeraður við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík – eingin fólkaskaði var, men materielli skaðin er stórur

(Mynd: Dávid Hentze)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Beint fyri klokkan seks mikumorgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at har var eldur í einum bussi, sum stóð parkeraður í Hoyvík.

Sløkkiliðið varð sent á staðið, og eldurin varð sløktur.

Einki fólk var við bussin, sum stóð parkeraður á einum óbygdum øki við Karlamagnusarbreyt, men eldur kom eisini í ein lastbil, sum stóð parkeraður beint við bussin.

Talan var um ein buss, sum koyrir fyri Bygdaleiðir.

Dávid Hentze hevur tikið hesar myndirnar:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

23 Leygardagur 17. juli 2021

Fólkakirkjan gjørt nýggjan faldara til allar tilflytarar

Mánadagin fekk Heðin Mortensen fyrsta eintakið, og faldarin er nú at fáa ymsastaðni kring landið

Marjun Lómaklett, integrasjónsprestur, saman við Heðini Mortensen, ið fekk fyrsta eintakið (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tá ið tú flytur í eitt nýtt land, kunnu nógvir spurningar, nógv ivamál og nógvar avbjóðingar av ymsum slagi stinga seg upp.

Soleiðis byrjar nýggi faldarin, sum Fólkakirkjan hevur gjørt til tilflytarar, sum eru búsettir í Føroyum. Faldarin vísir í stuttum, hvat tilflytararnir kunnu brúka prestin til.

Marjun Lómaklett tók 1. februar við sum fyrsti integrasjónsprestur í Føroyum. Hon var í fleiri ár sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Mánadagin var hon á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, har borgarstjórin fekk fyrsta eintakið av faldaranum, sum longu er at fáa í Snarskivuni á Vaglinum. Marjun hevur havt eitt gott samstarv við Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur, síðani hon varð sett í starv 1. februar. Presturin hevur eitt nú vitjað Kvøldskúlan, har tilflytararnir læra seg føroyskt, skrivar torshavn.fo

- Aðalmálið er at vera teimum, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga, so tey kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur Fólkakirkjan um nýggja faldaran

Integrasjónspresturin heldur til beint við Havnará, har skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Í faldaranum ber til at kunna seg nærri um virksemið hjá Marjuni Lómaklett.

Lómaklett hevur í vikuni eisini verið á gátt hjá Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík:

[object Object]
Mynd: klaksvik.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

24 Leygardagur 17. juli 2021

Leivur Frederiksen settur sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya

Leivur Frederiksen (Mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Leiv Frederiksen í starvið sum fyrstalærara í Velbastaðar skúla. Leivur er 40 ára gamal, tók læraraprógv í Danmark á Skårup Seminarium, journalistútbúgving á Danmarks Medie og Journalisthøjskole umframt námsfrøðiliga leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetur Føroya.

Leivur hevur virkað sum lærari í Danmark á Oure Idrætsefterskole, í Argja skúla og í Sankta Frans skúla í Havn.

Leivur Frederiksen hevur harumframt drúgvar leiðsluroyndir í sambandi við starvið sum journalistur, redaktørur og samskipari á tíðinda- og ítróttaøkinum í Kringvarpi Føroya tíðarskeiðið 2008-2019.

Leivur tekur við starvinum sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla tann 1. august 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

25
Leygardagur 17. juli 2021

Vilja vita um framleiðslu av stórum smolti

Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt (best practice). Talan er um eina 1 ára verkætlan saman við CtrlAQUA, sum norska Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering fíggjar.

Verkætlanin umfatar eitt sonevnt litteraturstudie um evnið, og eitt samstarv við alifeløg í Norra, Kanada, Kili, Skotlandi og í Føroyum, sum eisini lata vitan til endamálið. Hetta merkir, at ítøkiligar royndir frá vinnuni verða brúktar saman við granskaravitanini.

Ein týdningarmikil táttur í verkætlanini er at eyðmerkja, hvør vitan manglar innan økið. Vitanin skal savnast og skipast, og síðani viðgjørd og greinað. Tilfarið verður gjørt alment tøkt, bæði til vinnuna og til undirvísingartilfar.

Framleiðslan av laksi er broytt nógv seinnu árini. Tað er greitt, at um laksurin er styttri tíð á sjónum, so verður hann heldur ikki eins útsettur fyri lús og sjúkum har. Í Føroyum hava vit seinastu 10 árini gjørt góðar royndir við at halda fiskin á landi, til at hann er heili 20 mánaðir gamal, tá hann fer í sjógvin. Hetta hevur tó ikki eydnast eins væl í øðrum londum. Serfrøðingar eru ikki á einum máli um, hví so er, og tí er vónin, at verkætlanin kemur at siga meira um hetta.

Úr Føroyum er tað Heidi S. Mortensen, granskari, sum umboðar Fiskaaling í verkætlanini, eins og alifeløgini Mowi og Bakkafrost luttaka. Sp/f Avrik luttekur eisini í verkætlanini, har Rúni Dam, stjóri, hevur savnað inn dátur og lyklatøl um aling í Føroyum í yvir 20 ár.

CtrlAQUA er partur av Granskingarráðnum í Norra. Arbeiðssetningurin er at menna tøkniliga og lívfrøðiliga nýhugsan, sum eru laksaalingini til frama, bæði viðvíkjandi framleiðslu og burðardygd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

26 Leygardagur 17. juli 2021

Summarfestivalurin avlýsir

Almennu tilmælini og óvissa koronustøðan hevur fingið festivalleiðsluna til at avlýsa festivalin í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Summarfestivalurin verður av ongum í ár. Koronusmittan og almennu tilmælini hava fingið festivalleiðsluna at avlýsa festivalin í ár.

Festivalurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi mikudag:

Landsins størsta tónleikatiltak skuldi haldast dagarnar 5. til 7 august, men tað verður av ongum. Hetta er annað árið á rað, at Summar Festivalurin verður avlýstur orsakað av koronufarsóttini.

– Tað er framvegis rættiliga ógreitt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir fyrst í august mánaði, og óvissan ger, at vit nú velja at avlýsa Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, stjóri fyri Summar Festivalin.

– Vit hava seinastu tíðina arbeitt miðvíst við fyrireikingunum til ársins festival, men nú velja vit at traðka á bremsuna. Summar Festivalurin er eitt risastórt tiltak, sum krevur sera nógv arbeiði frá nógvum fólki, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt at halda fram við fyrireikingunum, tá ið møguleiki er fyri, at festivalurin kann verða avlýstur, stutt áðrenn hann skal haldast. Óvissan og vágin eru heilt einfalt ov stór, sigur hann.

– Vit hava glett okkum til halda Summmar Festivalin í ár, og vit harmast um, at tað er neyðugt at taka hesa avgerð, men vit kenna okkum ikki hava annað val, sigur Erik Biskopstø.

Í næstum kemur kunning um endurrindan av atgongumerkjum.

Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

27 Leygardagur 17. juli 2021

Hotel Føroyar bjóðar vælveru og grøna matskrá

Hósdagin varð latið upp fyri nýggja vælverudeplinum – eisini matstovan á hotellinum er broytt

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hotel Føroyar, sum seinastu tíðina hevur verið fyri stórari um- og útbygging, lat hósdagin upp fyri nýggjum vælverudepli. Eisini er matstovan á hotellinum latin upp í nýggjari útgávu.

Ress eitur nýggja vælveruøkið við sauna, damprúmi og viðgerðarrúmum til kropsmýking og andlitsviðgerðir. Ress er vælvera fyri øll – bæði hotellgestir og onnur – sum bara ynska at verða hjúklað um í best hugsandi umstøðum, verður sagt í tíðindaskrivi.

[object Object]

- Í Ress leggja vit dent á vælveru. Vit fara at bjóða átta ymisk sløg av kropsmýkingum og fimm ymiskar andlitsviðgerðir. Harafturat hava vit eina infrareyða sauna og eitt rasul damprúm, sigur Súsanna í Stórustovu, leiðari í ress

Grøn matstova við útsýni
Ruts er nýggja navnið á matstovuni á Hotel Føroyum. Ruts er ein grøn matstova við tveimum samansettum matskráum við seks rættum, eini vegetarmatskrá og eini pescetarmatskrá, sum er við føroyskum fiski og skeljadjórum.

- Nú, tá ið vit lata eitt nýtt vælveruøki upp á hotellinum, hildu vit, at ein grøn matstova var sera hóskandi til nýggja vælverutema’ið. Tað verður eisini møguligt at tillaga vegetarmatskránna til veganarar, sigur Sveinur Fuglø, høvuðskokkur í ruts.

[object Object]

Nýggj kafé í forhøllini
Hotel Føroyar letur í veruleikanum tvær matstovur upp hósdagin.

Umframt nýggju grønu matstovuna, letur eisini ein kafé við 50 sitiplássum upp í forhøllini. Kaféin eitur 1933 – nevnd eftir árinum, tá Hotel Føroyar lat upp fyrstu ferð.

Á matarlepanum hjá 1933 finst alt frá kræklingum til burgarar, verður sagt. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

28 Leygardagur 17. juli 2021

Enn ein nýggj øl úr Vági

Hesaferð ein IPA øl við navninum Johanna. Hon legst afturat Huldugentuni frá bryggjarínum Biskupskeldu, sum fór á marknaðin í mars

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú kemur aftur ein nýggj øl á marknaðin frá Biskupkeldu, hesaferð ein IPA øl við navninum Johanna, sum fer í Rúsdrekkasølu Landsins í vikuni.

Johanna er ein IPA øl við íblástri frá amerikonsku IPA-traditiónini við nógvari humlu. Johanna er 7,0% í styrki. Etikettuna hevur Anker Eli Petersen teknað.

Johanna legst afturat NEIPA ølini Huldugentan, sum fór á hyllarnar í Rúsuni í mars mánað.

Navnið Johana
Navnið Johanna stavar sjálvsagt frá sluppini Johanna TG 326, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági síðani í 1894, tá Jákup Dahl keypti sluppina í Grimsby og hon fekk navnið Johanne, og var hetta fyrsta skip sum Dahl á Gørðunum í Vági átti.

Johanna varð brúkt sum fiskiskip inntil í 1972, tá hon varð løgd. Í 1980 keypti ein áhugabólkur Johannu fyri 1 krónu, tók hana upp á turt og setti hana í sama stand, sum tá hon kom til landið í 1894. Mesta av arbeiðinum varð framt av sjálvbodnum vágbingum og verður sluppin Johanna enn í dag rikin av felagnum Johanna TG 326.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

29 Leygardagur 17. juli 2021

Faroese Wool Company vísir fram í skúlanum í Elduvík

Skattakista: Týskari hevur sett framleiðslu í verk burtur úr føroyskari ull

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri tveimum árum síðani varð ætlanin “We Love Faroese Wool” stungin út í kortið. Nú kann úrslitið síggjast í gamla skúlanum í Elduvík.

Jakkar, taskur, hettutroyggjur, teppi og annað, gjørt úr reinari føroyskari ull. Francesco Mazuhn stendur fyri verkætlanini við stuðli frá bóndum úr Elduvík, Saksun, Kirkjubø, Hoyvík og Hvalvík. Góðar ullvørur, ætlaðar at halda. Vørurnar eru nevndar eftir bóndunum; sum ein heiðran av fólkinum og oyggjunum.

Søgan handan hetta tiltaki er um týsku hjúnini Francesco og Anja Mazuhn, ið eru ávikavist mentanarfyriskipari og journalistur, sum fyri átta árum síðani sóu eina dokumentarsending í sjónvarpinum um Føroyar. Tey avgjørdu at vitja oyggjarnar beinanvegin. Tríggjar mánaðir seini høvdu tey keypt sær eini summarhús í Elduvík, og nú eru tey vorðin partur av bygradlívinum í Elduvík.

Eitt, sum undraði tey var, at ullin, ið verður roytt á sumri, verður brend heldur enn virkað.

Francesco valdi at gera nakað við hetta. Hann savnar ullina, sum hann fær frá vinum í Føroyum, virkar hana og hevur bygt upp eina framleiðslu burtur úr ullini. Vørumerkið hevur fingið heitið Skattakista.

Vørurnar verða nú sýndar fram í gamla skúlanum í Elduvík, fyribils fram til endan av august – dagliga frá klokkan 11 til 17, sunnudagar frá kl. 14. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

30 Leygardagur 17. juli 2021

Hevur funnið fram angan til føroyingar

Barbara Næss Gunnarsson er farin á Hópfígging at leita sær stuðul til Siba. Talan er um fyrsta føroyska luktilsið. Angin til kvinnuna er komin á marknaðin og ætlandi koma fleiri seinni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Siba er navnið á fyrstu føroysku perfumuni.

Stigtakarin, Barbara Næss Gunnarsson, hevur nú gjørt avtalu við handilin Margerita í SMS, har nýggja luktilsið kann roynast, áðrenn kundin ger av at keypa hana.

- Eg havi leingi gingið við dreyminum um at gera ætlanina um eina føroyska parfumu til veruleika, og havi arbeitt við ætlanini í nøkur ár við síðuna av mínum vanliga starvi, sigur Barbara Næss Gunnarsson.

[object Object]
Barbara Næss Gunnarsson


Føroyska náttúran gevur íblástur til angan
- Eg veit, at føroyingar brúka eins nógva parfumu og onnur. Eg haldi eisini, at tað er líka so náttúrligt, at okkara mongu angar úr føroysku náttúruni verða nýttir í føroyskt framleiddum parfumum, sum tær parfumur, sum verða framleiddar aðrastaðni í heiminum.

- Eg havi brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, eg meti rigga væl til føroyskar kvinnur, samstundis sum at angin ikki skal vera ov sterkur, men kortini skal vara leingi. Mítt fyrireikingararbeiði vísir, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta hevði eg í huga, tá ið eg setti angan saman, sigur Barbara Næss Gunnarsson. 

Fleiri produkt ávegis
Í fyrsta lagi er talan um eitt konufólkaluktilsi, men seinni er ætlanin eisini at framleiða eitt mannfólkaluktilsi. Tað arbeiðið er eisini langt síðan byrjað, men tað er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða tílíkar vørur.

Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum angapinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt. Ætlanin er at ein fullfíggjað kollektión skal vera klár um eini fimm ár.

- Av tí at tað er kostnaðarmikið at framleiða eina parfumu, havi eg sett meg í samband við Hópfígging fyri á tann hátt at leita stuðul til at gera hesa visjónina til veruleika, sigur Barbara Næss Gunnarsson at enda. 

https://www.hopfigging.fo/project/view/92 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

31 Leygardagur 17. juli 2021

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til hjálparátøk í Etiopia

Peningurin fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia

Flóttafólk úr etiopiska Tigray-landslutinum uttanfyri Um Rakuba-flóttafólkaleguna í Sudan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Reyði Krossur Føroya hevur latið 500.000 krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Tigray-landslutinum í Etiopia.

– Humanitera kreppan í Tigray-landslutinum í Etiopia er nógv versna í seinastu tíðina. Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp. Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi, og stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

– Harumframt eru átøkini ímóti Covid-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum, og Tigray-landsluturin er harafturat í stórum vanda fyri náttúruvanlukkum, sum eitt nú skerpingi, flóð og ongsprettu-plágum.

Peningurin, sum Reyði Krossur Føroya hevur latið, fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

32
Leygardagur 17. juli 2021

Donsk skipasmiðja fingið fýra ordrar innan ein mánað

Danska skipasmiðjan Karstensens Skibsværft hevur úr at gera í hesum døgum

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Innan fyri seinasta mánaðin hevur danska skipasmiðan gjørt ikki færri enn fýra sáttmálar um nýggj skip.

Talan er um uppsjóvarskip til Norra, Svøríki og Skotlandi.

Størsta skipið verður tað, sum skal byggjast til Skotlands. Her er talan um eitt skip, sum er 77 metrar langt, og 15,60 metrar breitt.

Skipið skal eftir æltan latast eigarunum í juni 2023. Hetta skipið fær navnið Christina S, og skal avloysa eitt eldri skip, við sama navnið.

Skipini, sum skulu byggjast til Norra eru Gollenes og Sille Marie, sum eru ávíkavist 65,9 og 69,9 metrar long, og 14 og 14, 8 metrar breið.

Gollenes skal latst eigarunum í mars 2023, meðan Sille Mare skal latast eigarunum juni sama ár.

Svenskarar eru eisini farnir at endurnýggja seg, og hava eigararnir aftanfyri svenska uppsjóvarskipið Ginneton undirskrivað ein sáttmála uppá ein nýbygning, sum verður 63,9 metrar langur og 13,5 metrar breiður. Hesin nýbygningurin skal latast eigarunum í august í 2023.

Allir fýra nýbygningarnir eru sniðgivnir av Karstensens Skibsværft, og hava samstørvini millum reiðaríðini og skipasmiðjuna verið sera góð.

Karstensens Skibsværftt er førandi at byggja skip til uppsjóvarvinnuna, og er í løtuni í gongd við at byggja nýggju Ruth til Gullak Madsen, sum skal latast føroyinginum í komandi mánaða, umframt at skipasmiðjan eisini ger nýggja Christian í Grótinum til familjuna Rasmussen í Klaksvík. Christian í Grótinum skal latst eigarunum í januar 2022.

Tilsamans eru 13 skip í ordra hjá Karstensens Skibsværft, sum skulu latast til Føroyar, Hetland, Skotland, Norra og Danmark.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

33 Leygardagur 17. juli 2021

Lutfalsliga fá smittað í EM-dystunum í Parken

Danskir konsertfyrireikararnir undrast: Tað var júst sum at vera til festival á áskoðaraplássunum kring Parken

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fótbóltsdystirnir, sum vórðu spældir í Parken í Keypmannahavn í sambandi við EM-kappingina í fótbólti, gjørdust ikki tann stóri superspjaðarin av koronasmittu, sum óttast varð fyri.

Fýra dystir vórðu spældir við upp til 25.000 áskoðarum.

Danmarks Radio hevur fingið endaligu tølini frá Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur gjørt upp “úrslitið” av EM-dystunum. Bert fólk við galdandi koronapassi sluppu inn.

Dysturin millum Danmark og Russland var tann “ringasti” við 62 smittaðum. Bert 8 smittað vórðu til tann fyrsta dystin millum Danmark og Finnland, men tá sluppu væl færri áskoðarar inn.

Søren Riis Paludan, professari í virologi á lærda háskúlanum í Aarhus er ikki ørkuymlaður av tølunum. Hann fer somikið langt, at við royndunum frá Parken, so hevði tað, sambært honum, ikki verið óðamannaverk at hildið Roskilde Festivalen síðst í juni.

Ongin superspjaðari
Viggo Andreasen, sum er matematiskur epidemiologur við lærda háskúlan í Roskilde er tó ikki eins bjartskygdur.

Sambært honum, eru tølini frá Parken ikki høg, og tiltøkini kunnu tí ikki fáa spjaldrið at vera superspjaðari.

- Men vit vita jú ikki, um talan er um hepni. Um vit øll fóru til fótbóltsdyst hvønn dag, so hevði endað galið, sigur Viggo Andreasen við Danmarks Radio.

Endaligu tølini fyri EM-dystirnar eru hesi. Talan er um smittutilburðir, ið kunnu setast í samband við dystirnar:

  • Danmark-Finnland: 8 smittað (13.790 áskoðarar)
  • Danmark-Belgia: 41 smittað (23.395 áskoðarar)
  • Danmark-Russland: 62 smittað (23.544 árkoðarar)
  • Kroatia-Spania: 41 smittað (22.771 áskoðarar)

Viggo Andreasen heldur, at serlia Belgia- og Russlandsdystirnir góvu meira smittu, enn roknað kundi verið við sambært smittutrýstinum.

Hagfrøðiliga skuldi talið av smittaðum til dystirnar verið fimm til hesar báðar dystirnar. Tí eru tølini 41 og 62 høg, heldur hann.

Sambært honum, so er hetta prógv um vandan fyri smittu, hóast krav um koronapass og hondspritt.

Síðani dystirnar er talið av smittaðum í Danmark økt. Men hetta hevur onki við EM-dystirnar at gera, sigur Søren Riis Paludan.

Tað er tað serliga smittandi delta-frábrigdið, sum er orsøkin.

Festivalfyrireikarar ilskast
Í Danmark eru festivalfyriskiparar ikki fegnir um, at tey ikki sleppa at halda síni tiltøk, meðan fótbóltsdystir kunnu halda fyri fleiri túsund áskoðarum.

- Eg var sjálvur til EM-landsdyst, og eg kann vátta, at tað ikki vóru nógv, sum sótu niðri. Tað gera fólk ikki til slíkar dystir. Tey dansa, rópa og syngja. Tað er ikki sótur munur á slíkum dystum og festivalum, sigur Brian Nielsen, leiðari fyri festivalarnar Northside og Tinderbox, við Danmarks Radio.

Ein annar konsertfyriskipari, Bent Frandsen, formaður fyri Rock under Broen sigur:

- Eg var til fótbóltsdyst, og eg kundi ganga ímillum økini á leikvøllinum uttan trupulleikar. Tað var júst sum at vera til festival. Ongin sat niðri, øll stóðu uppi, kastaðu við øli, róptu og ýldu kanska meira, enn gjørt verður á einum festivali. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

34 Leygardagur 17. juli 2021

Grønland gevst við oljuleiting

Nýggja landsstýrið í Grønlandi hevur gjørt av at gevast við leiting eftir olju og gassi.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin er tikin fyrst og fremst fyri at verja grønlendsku náttúruna, fyri at liva upp til veðurlagskrøvini og til tess at verja aðrar vinnur so sum ferðavinnuna og fiskivinnuna.

Hetta hendir um somu tíð sum landsstýrið ásannar, at grønlendska undirgrundin goymir stórt oljutilfeingi. Men oljuvinna fer at hava nógv fleiri vansar við sær enn fyrimunir, nú landið er partur av Arktis, sum ikki tolir olju- og gassvinnu staðfestir landsstýrið, eins og tað heldur, at íløgur í oljuleiting og framleiðslu fara bara at gera altjóða veðurlagskreppuna uppaftur størri. Framtíðin liggur ikki í oljuni men í varandi orku sigur landsstýrið.

Avgerðin varð tikin á fundi í landsstýrinum 24. juni. Tvs. at verandi oljustrategiin verður steðgað. Landsstýriskvinnan í ráevnimálum, Naaja H. Nathanielsen sigur sambært heimasíðuni hjá grønlendska landsstýrinum, at tíðin er komin til, at eisini Grønland tekur slíkt stig.

”Som samfund skal man turde stoppe op og spørge sig selv om man er på vej i den rigtige retning. Naalakkersuisut har vurderet at de miljømæssige konsekvenser ved olieefterforskning og olieudvinding er for store. Og de ressourcer vi bruger på at holde liv i drømmen om et olieeventyr kan anvendes bedre i andre dele af vores erhvervsliv. At suspendere den nuværende oliestrategi er det rigtige valg. Det er en beslutning hvor klimahensyn, miljøhensyn og økonomisk fornuft går hånd i hånd. Vi har et stort medansvar for at passe på vores sårbare arktiske miljø. Departementet for råstoffer vil fremover fokusere på mineraler og fortsætte med at fremskaffe viden om vores undergrund” , sigur landsstýriskvinnan sambært heimasíðuni hjá Naalakkersuisut.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

35 Leygardagur 17. juli 2021

Ammoniak framtíðar brennievnið innan skipaferðsluna

Norski bankin DNB og kapitalumsitarin KLP peika nú á ammoniak sum best egnaða og møguliga framtíðar orkubrennið fyri skipaferðsluna í framtíðini.

Viking Energy, sum Equinor í løtuni riggar til at brúka ammoniak sum brennievni heldur enn olju. Tað verður klárt at taka í brúk í 2024 sum tað fyrsta av sínum slag í heiminum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað skrivar e24.no. Víst verður til eina nýggja frágreiðing, sum tær báðar norsku fyritøkurnar hava gjørt, nú tað verður roynt at finna ein avloysara til tungoljuna og aðra olju, sum flestu skip í dag brúka. 

Í frágreiðingini verður víst á, at tað fer at løna seg at gera íløgur í ammonik sum nýggja brennievnið til skip, hóast eisini nógvir aðrir møguleikar verða kannaðir so sum LNG, vetni, el-battarí oa. Av tí at skipaferðslan í heiminum stendur fyri stórum parti av oljunýtsluni og harvið eisini CO2 útlátinum, er altumráðandi at finna rætta framtíðar brennievnið, ið kann avloysa oljuna, nú grøna orkuskiftið stendur so frammaliga.

Roknað verður við at umhvørviskrøvini til flutning og vinnu á høvunum fara at gerast strangari og strangari, og tí verður roynt frá nógvum ymsum síðum at finna røttu, bestu, bíligastu og minst dálkandi loysnina, sum eftir øllum at døma ikki er lætt, og tí eisini krevur stórar íløgur í gransking og nýggja tøkni. 

Í frágreiðingini stendur eisini at lesa, at LNG, tvs. flótandi nátúrgass kann gerast ein týðandi partur av orkuskiftinum í eini broytingartíð. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ammoniak verður tikið fram sum eitt av mest týðandi framtíðar brennievnum til skip, nú vinnan skal minka um útlátið fyri at røkka veðurlagsmálinum hjá IMO, sum er altjóða sjóvinnufelagsskapurin.

Í løtuni verður eitt norskt veitingarskip gjørt um til at kunna sigla við ammoniak brennievni longu í 2024. Tað er orkufelagið Equinor, sum stendur aftanfyri ætlanina.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

36 Leygardagur 17. juli 2021

Norski oljugrunnurin verdur 12.000 milliardir

Síðani nýggjár er marknaðarvirðið á norska oljugrunninum vaksið við 1.000 milliardum krónum til 12.000 milliardir, sum er met

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir eftir stóran vøkstur á altjóða børsum og samtíðis  eina viknandi norskari krónu í mun til onnur gjaldoyru, veit E24 at siga frá.  Tað er nógva og vaksandi oljuvirksemið í Norðsjónum, sum  hevur havt við sær ein stóran vøkstur í oljugrunninum eisini. Við byrjanina av 2013 vóru 3.800 milliardir norskar krónur. í grunninum, so her er talan um ein vøkstur uppá góðar 8000 milliardir seinastu átta árini.

Hetta merkir eitt virði til hvønn norðmann uppá 2,4 milliónir krónur. Høga virðið á oljugrunninum kemur frá stórum sveiggjum  á bæði partafelagsmarkaðninum, krónu-kursinum og á oblikatiónsmarknaðinum. 

Tað eru tey, sum ávara ímóti at taka støðuna í løtuni sum nakað givið, tí nógv kann broytast eftir stuttari tíð. Sveiggini á marknaðunum kunnu koma at raka oljugrunnin tann øvugta vegin eisini, og tí eiga norðmenn ikki at taka gleðina uppá forskot. 

Støðan er tó tann, at virðið á grunninum er 40 prosent hægri enn meðaltalið tey seinastu tíggju árini, so greinarar vísa á, at grunnurin hevur fingið nógv fyri einki orsakað av, at partabrævakursurin er vaksin so nógv í seinastuni. Hevði hann ikki verið so mikið høgur, tá hevði virðið á grunninum einsvæl kunnað verið t.d. 9.000 milliardir heldur enn tær 12.000, sum hann er í løtuni. 

Hvørt ár fær norski staturin loyvi til at taka góð 3 prosent av fænum til nýtslu. Tað eru tey, sum halda, at vónirnar til hetta avkast eiga at avmarkast, og samtíðis eigur eisini útgjaldið úr grunninum at lækka. Avkastið, sum hevur verið góð 3 prosent, tvs. tað, sum grunnurin hvørt ár rindar út til norska statin at seta á fíggjarlógina, eigur at minkast til 2 prosent. Ætlanin fyri 2021 er, at grunnurin skal rinda út til statin 400 milliardir norskar krónur ella 3,7 prosent av fænum hjá grunninum. Tað svarar til knappar 300 milliardir danskar krónur. 

Oljugrunnurin varð stovnaður fyrst í 90-árunum til tess at tryggja, at stóru inntøkurnar til norska statin frá vaksandi olju- og gassvirkseminum á landgrunninum komu til sættis at mest skilagóðan hátt, tvs. at peningurin varð settur í grunn til eisini at vera komandi ættarliðum til gagns. Og har einans ein lítil partur av yvirskotinum varð brúktur til at menna samfelagið. Grunnurin, sum er tann størsti  av sínum slag í heiminum, hevur verið mettur at vera ein skilagóður máti at  handfara oljupengarnar. Tað er  Norges Bank, sum umsitur grunnin, ið fyrst og fremst ger iløgur í fastar ognir kring heimin. 

Í sambandi við møguligt framtíðar oljuvirksemi í Føroyum hevur frá byrjan eisini verið tosað um at stovna oljugrunn eftir tí norska modellinum.

Tá Poul Michelsen var landsstýrismaður við oljumálum helt hann fyri, at vóru stór olju- og gassfund gjørd í Føroyum, so skuldi peningurin í ein oljugrunn og eisini vera við til at fíggja grøna orkuskiftið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

37 Leygardagur 17. juli 2021

Norðmenn: Ja til framtíðar oljuleiting

Stórur meiriluti av norðmonnum vil halda fram at leita eftir olju og gassi

59 prosent av norðmonnum vilja halda fram við oljuleiting, meðan 23 prosent eru ímóti vísir kanning í Klassekampen
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein kanning, sum norska blaðið Klassekampen hevur gjørt um støðutakanina hjá norska fólkinum til at halda fram við at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, vísir, at ein stórur meiriluti vil halda fram við oljuleitingini, heili 59 prosent.

Tilsamans 23 prosent siga, at Noreg skal gevast við olju- og gassleiting. Umleið 18 prosent siga seg ikki vita ella hava ikki tikið støðu.

Spurningurin um framtíðar oljuleiting og útbyggingar fyllur nógv í valstríðnum í Norra í heyst, har flokkarnir á vinstravonginum royna at fáa valdið aftur, eftir at flokkar á miðjuni og til høgru hava mannað stjórnina í mong ár.

Spurningurin um oljuna skilur tó flokkarnar vinstrumegin miðjuna. Arbeiðaraflokkurin gongur inn fyri oljuleiting og framhaldandi oljuvirksemi, meðan Sosialistaflokkurin og tey grønu eru ímóti. Tí verður mett, at tað verður torført at fáa sett saman eina reyðgrøna stjórn í Norra eftir komandi val. Og júst tí meta fleiri greinarar, at núverandi stjórnin við Høgraflokkinum og hansara vælumtókta forsætisráðharra hevur møguleikar at halda fram, hóast veljarakanningarnar geva vinstraflokkunum meiriluta.

Útlit eru so ikki til, at tað verður nøkur broyting í oljupolitikkinum eftir komandi val. Tvs. at gongdin fer framhaldandi at vera tann, at oljuleiting og útbyggingar av olju- og gassfundum fara at halda fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

38 Leygardagur 17. juli 2021

Pávin útskrivaður

84 ára gamli Frans pávi, sum hevði verið innlagdur í Rom síðan 4. juli eftir at hava verið skurðviðgjørdur í tarminum, er nú farin av sjúkrahúsinum

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frans pávi er nú útskrivaður av sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevur verið innlagdur síðan 4. juli.

84 ára gamli pávin varð innlagdur fyri at verða skurðviðgjørdur í tarminum. Skurðviðgerðin tók tríggjar tímar, og hon eydnaðist væl, men kortini skuldi hann verða verandi á sjúkrahúsinum til eygleiðingar og endurvenjing.

Heilsan hjá pávanum verður sum heild mett at vera góð, hóast hann stríðist við onkrum smálutum, og hetta var fyrstu ferð, at Frans pávi var innlagdur, síðan hann gjørdist pávi í 2013, skrivar Ritzau.

Sunnudagin sá pávin út til at vera við gott mót, tá hann leiddi sunnudagsbønina av svalanum á sjúkrahúsinum. Pávin stóð har í uml. tíggju minuttir, meðan fleiri hundrað fólk hugdu at.

Í røðu sínari undirstirkaði hann m.a. týdningin av einum góðum heilsuverki, sum er atkomuligt fyri øll.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

39 Leygardagur 17. juli 2021

Lendi trygt aftur í New Mexico

Richard Branson og rúmdarfarið lendi sunnudagin trygt aftur á Jørðini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stutt fyri klokkan 17 sunnudagin lendi milliardingurin Richard Branson við fylgi aftur á flogvøllinum Spaceport America í New Mexico.

Á túrinum, sum tók umleið ein tíma, varð flogið 80 kilometrar út í rúmdina við VSS “Unity” hjá Virgin Galactico, sum Richard Branson eigur.

Rúmdarfarið var borið upp av einum stórum flogfari, og tá komið var upp í 15 kilometra hædd, varð “Unity” slept, og farið fleyg síðani sjálvt upp í 80 kilometra hædd, har tað sveimaði eina løtu, áðrenn kósin varð sett móti flogvøllinum aftur.

[object Object]Richard Branson umborð á Unity (Skíggjamynd)

Hetta er fyrstu ferð at eitt ferðafólk er í rúmdini, og tað er hørð kapping um hetta. Amazon ríkmaðurin, Jeff Bezos, hevur eisini planlagt ein túr við sínum rúmdarfarið, New Shephard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021

40 Leygardagur 17. juli 2021

Avlýsa vestanstevnuna

Vestanstevnan, sum skuldi vera hetta vikuskiftið í Sandavági, er avlýst. Kappróðurin verður kortini

Kappróðurin á vestanstevnu verður hóast sjálv stevnutiltøkini eru avlýst (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vestanstevnan í Sandavági, sum skuldi vera um vikuskiftið verður av ongum.

Eftir tilmæli frá helsumyndugleikunum verða vit tíverri noydd at avlýsa Vestanstevnuna í ár, skrivaði Sandavágs Ítróttafelag í fráboðan í mánakvøldið.

Lagt verður afturat, at kappróðurin kortini verður.

Kappróðurin á vestanstevnu verður triðseinasti róðurin í ár. Norðoyastevnan varð avlýst fyrr í summar, og tann róðurin skal avgreiðast vikuskfiti áðrenn ólavsøkuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

41 Leygardagur 17. juli 2021

Fólk kunnu hyggja – við tilmælum

Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági í dag. Áskoðarar fáa atgongd til bryggjuna, men har verður ongin stórskíggi og tilmælini skulu fylgjast

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Vestanstevnuróðurin verður í Miðvági í dag. Í samráð við koronuráðgevingina kunnu áskoðarar fylgja við róðrinum á kaiini við flakavirkið við tí treyt, at tilmælini verða fylgd. Ongin stórskíggi verður á økinum, og ongin atgongumerkjasøla verður.

Bara rógvarar og hjálparfólk hava atgongd til økið, har dráttarnir vera, og rógvarar kunnu fylgja við á stórskíggja á einum felagsøki. Vaktir syrgja fyri, at óviðkomandi  ikki fáa atgongd til økið.

Hesar reglur eru galdandi:

Fyrireikarar

  • Tveir dráttir vera tøkir til bátarnar. Tað verður týðiliga merkt, hvar ymsu bátastøddirnar skulu flotast og takast upp.
  • Bara kappróðrarfólk og teirra egnu hjálparfólk hava atgongd til økini við dráttirnar og  felagsøkið, har stórskíggin verður.
  • Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið, og at tey verða  vaskað og sóttreinsað vit stuttum millumbilum.
  • Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum. Fyriskiparar lýsa í góðari tíð á facebook vanganum, hvar stroymingin sæst.

gvarar:

  • Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær manningar, sum hava tørv á tí – her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum – kunnu hava í mesta lagi tvey hjálparfólk við til hvørja manning.
  • Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum við dráttin beint eftir róðurin.
  • Manningar og hjálparfólk, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” skulu halda tilmælini um ikki at koma í samband við rógvarar úr øðrum “boblum”.
  • Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.
  • Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.
  • Einki ábit verður til rógvarnar.
  • Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær handað heiðursmerkini eftir róðurin.

Áskoðarar:
Áskoðarar verða bidnir um at halda seg frá økinum við dráttin, og har manningarnar halda til. Áskoðarar kunnu fylgja við róðrinum á kaiini  við flakavirkið. Mint verður á at halda tilmæltu frástøðuna og ikki at savnast í bólkum.

Endamálið við at skipa fyri róðrinum á henda hátt er at verja róðrarfólkini fyri smittu.

Kunningarskriv frá Róðrarsambandi Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

42 Leygardagur 17. juli 2021

Føroyaleikir endaðu í undanbrekku á fjallasúkkluni

Uni Vitalis, sum hevur staðið seg væl í føroyskum og útlendskum undanbrekku kappingum vísti sínar dygdir og hevði dagsins skjótastu tíðir

Tummas Óli E. Olsen, Uni Vitalis og Herfinn Thomassen (Mynd: Oskar Wilk / Sersambandið fyri súkkling og triathlon)
SkrivaÐ:

Innsent

Fjallasúkklingin byrjaði Føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í Undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku.

Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir og tíðirnar fyri bæði umfør vórðu síðani lagdar saman. Bæði vaksin og ung kappaðust.

Hjá vaksnum var tøtt kapping millum tríggjar teir fremstu og bara 7 sekund vóru á muni aftaná tvey umfør. Uni Vitalis, sum hevur staðið seg væl í føroyskum og útlendskum undanbrekku kappingum vísti sínar dygdir og hevði dagsins skjótastu tíðir. Næstur honum var ikki óvæntað Tummas Óli Erlingsson Olsen, sum eisini er undanbrekku súkklari burturav. Dagsins yvirraskilsi var Herfinn Thomassen, sum í hølunum á Tummas Óla skundaði sær oman gjøgnum breytina á mál við triðskjótastu tíð. Onnur roynd hjá Herfinni var bara 0,3 s seinni enn hjá Tummas Óla.

[object Object]

Tað var eisini tætt millum báðar unglingarnar, sum kappaðust. So at siga eingin munur og báðir vóru so kvikir, at teir í samlaðu kappingini eisini gjørdust nummar 4 og 5. Tað sæst aftur, at arbeitt verður við umstøðum til fjallasúkklingina og at ung halda sær framat og stuttleika sær á súkklunum. Ári Rúnason átti í dag munin, og var beint skjótari enn Páll Øssur Hoydal Rein. Stuttligt var at síggja hvussu teir kíta seg á súkkluni.

[object Object]

[object Object]Ári Rúnason og Páll Øssur Rein (Mynd: Oskar Wilk / Sersambandið fyri súkkling og triathlon)

Breytin er ein serbygd fjallasúkklubreyt sum Fjallasúkklufelagið hevur tikið stig til og bygt og eftir ætlan skal gerast karmur um oyggjaleikir og fjallasúkkluítróttinum í Tórshavn. Tað verðu áhugavert at fylgja menningini í fjallasúkklingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021

43 Leygardagur 17. juli 2021

Golf: Emil og Julius vunnu Føroyaleikir

Tað gjørdust ungi Emil Dahl-Jacobsen og Julius Johannesen, sum gjørdust vinnarar av golfkappingini a Føroyaleikum

Emil Dahl-Jacobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Tað gjørdust ungi Emil Dahl-Jacobsen og Julius Johannesen, sum gjørdust vinnarar av golfkappingini a Føroyaleikum.

Golfkappingin varð hildin á breytini hjá Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi.

Veðrið var av tí allarbesta tá fyrsta umfarið varð spælt leygardagin. Eisini sunnumorgunin var gott veður at spæla golf, men fram móti middegi køvdi hann av við mjørka, og spælararnir høvdu trupulleikar at finna bóltarnar aftur í mjørkanum.

Men tað eydnaðist at gjøgnumføra kappingina.

Ungi Emil Dahl Jakobsen legði seg á odda í kappingini yvir 18 hol leygardagin, og megnaði at halda leiðsluna sunnudagin. Hann brúkti 82 sløg báðar dagarnar og vann sostatt kappingina við 164 sløgum tilsamans. Emil hevur spælt nógv í Svøríki, har hann hevur búð, og seinasta árið hevur hann spælt golf á høgum støði í USA í samband við skúlagongd á college í Kansas.

Nummar tvey gjørdist Líggjas Jógvansson við 176 sløgum meðan Óli Edvard Olsen og Óskar Eiriksson báðir gjørdist numamr trý við 168 sløgum.

Teir eldru spælararnir og spælarar, ið nýliga eru byrjaðir, spældu tvær ferðir níggju hol, og her gjørdist Julius Johannesen vinnari av Føroyaleikunum. Hann brúkti 99 sløg. Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 100 sløgum og nummart rý var Óli Jacobsen við 105 sløgum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021

44 Leygardagur 17. juli 2021

Borðtennisvinnararnir á Føroyaleikunum

Sólja Hilduberg Djurhuus og Hallur Torsteinsson vunnu kappingarnar í einmansleiki

 
SkrivaÐ:

Innsent

Alt er nú avgjørt í borðtenniskappingunum, og meistararnir fyri 2021 eru funnir

Í einmansleiki hjá kvinnum vann Sólja Hilduberg Djurhuus. Nummar tvey bleiv Marin Elisabet Poulsen og Britt Michelsen vann bronsuna.

Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað Hallur Thorsteinsson, ið bleiv meistari á Føroyaleikunum. Nummar tvey bleiv Pætur Albinus og Peter H. Niclasen vann bronsu.

Í tvímansleiki hjá monnum vunnu Hallur Thorsteinsson og Pætur og Pætur Albinus gull. Eyðun F. Ellendersen og Peter H. Niclasen fingu silvur og Ári F. Jensen og Heri Lava Láadal bronsu.

Í tvímansleiki hjá kvinnum vunnu Marin Elisabet Poulsen og Sólja Hilduberg Djurhuus. Anja Wongwai og Britt Michelsen vunnu silvur

Tey ungu kappaðust eisini. Borðtennissambandið skipaði fyri U-15 kapping á leikunum.

Tað sæst, at nógvir av ungu spælarunum júst hava verið á venjingarlegu í Danmark og hava gjørt framstig síðstu tíðina. Hetta boðar frá góðum til kappingarárið, sum stendur fyri framman.

[object Object]

U15 einmansleikur:
Gull: Gunnar Vang Niclasen
Silvur: Poul Knút Poulsen
Bronsa: Hans Jacob Petersen

U15 tvímansleikur
Gull: Mattias Kerá og Jákup Margar Debess
Silvur: Rasmus Teitsson í Skorini og Gunnar Vang Niclasen
Bronsa: Hans Jacob Petersen og Poul Knút Poulsen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

45 Leygardagur 17. juli 2021

Pætur knógvaði Jón í finaluni í tennis

Katrin á Neystabø vann gull í tennisfinaluni hjá kvinnum móti Mari-Ann Robertso

Stefan í Skorini, formaður í Tennissambandi Føroya, handar her Pætur M. Dahl gullheiðursmerki, meðan Jón Brekku hyggur at
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin varð tennisfinalan hjá monnum á Føroyaleikunum leikt í oysandi regni.

Í finaluni hittust Pætur M. Dahl og Jón Brekku, og vóru teir eisini seedaðir sum ávikavist nummar eitt og tvey undan kappingini.

Pætur var favorittur og legði seg beinanvegin greitt framum 4-0, og hann vann at enda 6-2 í fyrsta setti.

Í øðrum setti leikaði meira javnt á, og leikararnir fylgdust upp til 4-4, so spenningurin var stórur. Spurningurin var, um Jón kundi vinna settið og fáa ein tie-break í triðja setti.

Brekkan hjá Jón gjørdist tó ov brøtt at enda, og Pætur vann síðani tvey game á rað. Hann vann tískil annað sett 6-4 og gjørdist harvið tann fyrsti gullvinnarin hjá monnum á Føroyaleikunum.

Dysturin um triðja plássið var millum Annfinn Gaard og Inga Højsted. Annfinn vann 6-2, og 6-1, og fekk hann harvið bronsumerki á Føroyaleikunum.

Katrin sigraði í kvinnufinaluni
Hjá kvinnum leikaði sera javnt á bæði í finaludystinum og í dystinum um bronsuna.

Dystin um bronsuna vann Heidi Viderø á Rúnu Jakobsen. Settúrslitið varð 3-6, 6-2, og 13-11.

Katrin á Neystabø vann gullkrónurnar við at vinna ein sera væl leiktan og spennandi dyst á Mari-Ann Robertson, sum til dagligt býr í USA, men í hesum døgum er heima í feriu.

Úrslitið gjørdist 6-1, 3-6, 10-8.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

46 Leygardagur 17. juli 2021

Væleydnað Kirvi Føroya Sunnasta hálvmarathon

Í ár varð tiltakið hildið á sumri sum partur av Føroyaleikunum – um 180 luttakarar, harav teir flestu vóru úr Føroyum, runnu og gingu í Suðuroynni

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var skipað fyri árliga tiltakinum hjá Hvistuni – Kirvi Føroya Sunnasta hálvmarathon, og í ár vóru um 180 luttakarar. Flestu luttakararnir vóru úr Føroyum, men eisini vóru nakrir danir og ein fransmaður.

Tiltakið hevur undanfarin ár verið runnið og gingið í september, men nú Føroyaleikirnir vóru fyriskipaðir í summar, var avtalað at 1/2marathon tiltakið í Suðuroynni bleiv í summar.

Luttakararnir møttu í ítróttarhøllini á Eiðinum í Vági, og eftir at hava skift og fingið nakað av kunning, koyrdi bussur til Porkeris har byrjað var við Minnisvarðan.

Teinurin, ið er 21,1 kilometrar til longdar, var úr Porkeri til Vágs, síðani úr Vági til Lopra og út á Akrar, har tað bleiv vent og so lá leiðin aftur til Vágs, har málið var á Eiðinum.

Veðrið var gott til renning, og í mun til undanfarin ár, var hesaferð heiðursmerkir til nummar eitt, tvey og trý sum partur av Føroyaleikunum.

Hávard Vatnhamar, sum skal umboða Føroyar til paraolymiskuleikirnar í Japan um stutta tíð, hevði valt at luttaka til tiltakið í Suðuroynni, og helt hann eftir tiltakið, at hann hevði fingið eina sera góða venjing av hesum túrinum.

Kirvi Føroya Sunnasta 1/2marathon verður aftur partur av Føroyaleikunum í 2022, ið verða frá hósdegnum 30. juni til og við sunnudagin 3. juli, og tá verður runnið og gingið leygardagin 3. juli 2022, boðar Hvistan frá í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

47 Leygardagur 17. juli 2021

Føroyaleikirnir endaðu við finalubraki í badminton

Sunnudagin vórðu finalurnar í badminton avgreiddar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin blivu finalurnar í einmansleiki hjá U15 og vaksnum avgreiddar saman við finaluni í blandaðum tvímansleiki.

Badmintonsambandið valdi at skipa kappingarnar í Føroyaleikunum við eini blandaðari liðkapping umframt kappingar í tveimum aldursbólkum – yngri og eldri enn 15 ár. Eftir nakrar spennandi finalur var heiðursmerkjahandan á skránni.

Liðkapping eftir teambuilding
Lagt bleiv út við at handa heiðursmerkir til luttakarar í liðkappingunum fyri U15 og vaksin, sum bleiv avgreidd fríggjadagin.

Tað sermerkta við hesi kapping var, at liðini blivu skipað hósdagin, har leikararnir komu at kenna hvønn annan við ymiskum teambuilding virksemi.

Í aldursbólkum spenti hópurin víða frá 12 ára gamla Tóki Yngvason Guttesen til 60 ára gamla Michael Gram.

12 og 13 ára gamlir gullvinnarar
Í finaluni í blandaðum tvímansleiki gjørdu 12 ára gamli Tóki (úr HBF) og 13 ára gamla Ranja (úr KBF) bart og vunnu gull í yngra aldursbólkinum, har tey tó fingu harða mótstøðu frá Julionnu í Heiðunum og Christiani Petersen, sum vunnu fyrsta av trimum settum.

Eisini í kappingini í tvímansleiki U15 vann Tóki gull saman við Markus Bjarnason.

Í einmansleiki hjá teim ungu drongjunum vann Christian Petersen úr HBF gull, meðan Sjúrður Elias Heinason Eysturoy vann silvur og Leiki Dal-Christiansen vann bronsu.

Hjá kvinnunum yngri enn 15 vann Ranja Joensen (KBF) gull, meðan Julianna í Heiðunum vann silvur, og Birna Jacobsen vann bronsu.

Hjá ungu kvinnunum vunnu Eira Ásbjørnsdóttir Petersen (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) gull í tvímansleiki.

Ari Miné Jacobsen suverænur gullvinnari
Hjá teimum vaksnu var Ari Miné Jacobsen (KBF) suverænur, har hann vann gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við Árant á Mýruni (MBF).

Hjá kvinnunum vann Miriam Í Grótinum (HBF) gull í einmansleiki og í blandaðum tvímansleiki saman við Rúna Øster (HBF).

Í tvímansleiki hjá vaksnu kvinnunum vunnu Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF gull, meðan Sanna og Mia Thorkildshøj (HBF) vunnu silvur, og Ranja Joensen (KBF) og Miriam í Grótinum vunnu bronsu.

Hákun Thorkildshøj Sigvardsen (HBF) vann silvur í einmansleiki, meðan Rúni Øster (HBF) vann bronsu.

Í blandaðum tvímansleiki vunnu Jóhanna Osberg Højsted (KBF) og Jónas Vágsheyg (KBF) silvur, meðan Mia Thorkildshøj (HBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu. Hjá vaksnu monnunum vunnu Hákun og Rúni Øster úr HBF silvur, meðan Jónas (KBF) og Rúni Simonsen (HBF) vunnu bronsu.

Tað var Durita Nolsøe, marknaðarleiðari í SMS, sum handaði heiðursmerkini saman við Peter Christian Gram, aðalskrivara í BSF.

– Í Badmintonsambandinum fegnast vit um góðu undirtøkuna fyri Føroyaleikunum 2021 og gleða okkum longu nú til at skipa fyri badmintonkapping aftur á Føroyaleikunum 2022 fyrsta vikuskifti í juli næsta ár, sigur Johnny í Grótinum, formaður í BSF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

48 Leygardagur 17. juli 2021

Føroyar tryggjaðu sær fyrsta plássið í bólkinum við sannførandi sigri á Niðurlondum

Frálíkt føroyskt avrik í Skopje hósdagin - Føroyar vunnu við sjey málum á Niðurlondum við heilt góðum hondbólti

Jana Mittún var í hopla. Hon var sterk í verjupartinum og skoraði tíggju mál
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var so at siga ongantíð nakar ivi um, at Føroyar  í kvøld fóru at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í W19 European Championship í Norðurmakedónia. Heldur varð tað ein spurningur, um hvussu stórur sigurin á Niðurlondum, ið frammanundan hevði vunnið allar sínar dystir, fór at verða.

Føroyar høvdu tørv á einum sigri fyri at vinna bólkin og í minsta lagi einum javnleiki fyri at vera heilt vís í at koma í hálvfinaluna. Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, men so fóru føroysku kvinnurnar frá við ferð. Verjan hekk ógvuliga væl saman, við Vár Zachariassen í miðverjuni sum einum av teimum heilt eyðsýndu, og Rakul Wardum í málinum fór at taka frá, og hon stóð ein framúr dyst við einum bjargingarprosenti á næstan 50 samanlagt og nógvum stórbjargingum.

Álopsspælið koyrdi so at siga sum smurt seinastu áleið tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist millum annað væl at spæla Brynhild Pálsdóttir fría á høgra vongi, og hon var ógvuliga trygg. Í fleiri førum var tað Jana Mittún, ið spældi hana fría, og júst Jana gjørdist meira og meira eyðsýnd, sum dysturin leið - millum annað við sínum gjøgnumbrotum og góðu skotum - og hon tók veruliga ábyrgd og gjørdist føroyskur toppskjútti og dagsins leikari.  

[object Object]
Brynhild og Jana skoraðu 17 mál samanlagt

Føroyar kundu í roynd og veru verið á odda við fleiri enn níggju málum, tí tvey brotssppørk og ein fríleypari varð brendur móti endanum. Í 2. hálvleiki royndi Niðurlond at koma heilt langt niðan í nøkrum førum og at koyra við tveimum mansverjum, men hóast tað órógvaði í summum førum, so fekk føroyska liiðið hildið áleið sama munin allan vegin.

Tað kom ikki tættari enn sjey mál, og tað má sigast at vera eitt ógvuliga flott úrslit. Niðurlendskur hondbóltur hava verið í heilt góðari menning í nógv ár - serliga á kvinnusíðuni - og kvinnurnar gjørdust heimsmeistarar í 2019. 

Talan var um eitt sterkt liðavrik við nógvum flottum avrikum, og tað er eingin ivi um, at Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard høvdu sett liðið væl upp, og at nógvar góðar loysnir eru funnar. Leygardagin er hálvfinala á skránni móti Póllandi, ið gjørdist nummar tvey úr hinum bólkinum - um tann dysturin eisini endar við sigri, so kann tað gerast heilt spennandi.

W19 European Championship
Bólkur 2 - 4. umfar
Føroyar - Niðurlond 29-22 (17-8)

Føroysku málskjúttarnir: 

Jana Mittún 10 mál
Brynhild Pálsdóttir 7 mál
Vár Bentsdóttir Zachariassen 3 mál
Lív Bentsdóttir Zachariassen 2 mál
Elsa Egholm 2 mál
Lea Símunardóttir Lisberg 2 mál
Natasja Hammer 1 mál
Sára Jacobsen 1
Frida Holm Jakobsen 1 mál 

Bjargingar:
Rakul Wardum: 16

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

49 Leygardagur 17. juli 2021

Knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu 34-10 móti Bosnia Hersegovina mikudagin. Jana Mittún gjørdist toppskjútti við 12 málum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein knúsandi stórsigur á Bosnia Hersegovina mikudagin. Úrslitið gjørdist 34-10, eftir hálvleiksstøðuna 18-4.

Javnleikurin móti Norðurmakedonia týsdagin merkir, at málúrtøka kann blíva avgerandi í bólkaspælinum, og tískil ráddi um hjá føroyska liðnum, at vinna so nógv sum gjørligt móti Bosnia Hersegovina, sum er eitt av veikaru liðunum í kappingini.

Eftir eina heldur trilvandi byrjan setti føroyska liðið seg av álvara á dystin. Jana Mittún var berandi í álopspartinum og saman við vengrunum Brynhild Pálsdóttir og Rannvá Olsen, gjørdu tær nógv mál í fyrra hálvleiki. Serliga í seinna parti av fyrra hálvleiki stóð verjan sera stinn saman við málverjanum Rakul Wardum, sum heilt stongdi máli í meira enn 20 minuttir.

Hálvleiksstøðan var 18-4 og snúði dysturin seg nú um, at halda høvdið kalt og fáa so nógv mál sum gjørligt. Hetta eydnaðist fyri tað mesta  og øktu okkara um leiðsluna við 10 málum í seinna hálvleiki.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin málverjin Rakul Wardum, sum stóð allan dystin og einans lat 10 mál inn.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 12
Brynhild Pálsdóttir 5
Rannvá Olsen 4
Frida Holm Jacobsen 4
Hervør Niclasen 2
Lea Símunardóttir Lisberg 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Natasja Hammer 1
Lea Mortensen Mørk 1
Karin Kruse Mørkøre 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021

50 Leygardagur 17. juli 2021

KÍ sligið út á heimavølli

Tað endaði 2-4 eftir 120 minuttir, og harvið fer RFS víðari við samanløgdum 6-5 sigri. Hetta merkir, at KÍ fyri fyrstu ferð síðani 2017 ikki skal spæla meira enn eitt umfar í Evropa

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ megnaði ikki at halda fast í leiðsluni frá útivallardystinum. Tað eydnaðist ikki væl at verja fyri deyðbóltum í fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini, men javnvág fekst í, í yvirtíðini. Eins og fyrra málið hjá heimaliðnum kom tað eftir gott frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg: 2-3 og 5-5 samanlagt.

Javnvágin helt sær í næstan ein tíma av leiktíð, men so skoraði RFS uppá enn ein deyðbólt. Í hesum førum var Tomislav Saric fríur við aftaru stong í samband við frísparksstøðu í vinstru, og so mengaði KÍ, ið annars hevði skapt nakrar góðar málmøguleikar í longdu leiktíðini, ikki at svara aftur. 

Stórt vónbrot fyri KÍ, ið hevur satsað nógv uppá evropeisku kappingarnar, og sum hevur staðið seg væl í teimum seinastu árini.


UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru 
KÍ - RFS 2-4 eftir longda leiktíð - 5-6 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3
108' Tomislav Saric 2-4

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

51 Leygardagur 17. juli 2021

- Kennist sum eitt svart hol

Hetta er tungt, tí vit halda, at vit spæla ein øðigliga góðan dyst og eru betri á summum økjum. Men vit megna ikki at verja fyri deyðbóltsstøðunum og skora, tá vit hava støðurnar. Soleiðis segði Mikkjal Thomassen millum annað, eftir at KÍ varð sligið út av 1. umfari

- Sum heild var eg ónøgdir við dømingina. Hatta var snøgt ikki gott nokk til ein slíkan dyst, og hetta er vánaligasta avrikið, ið eg havi uppliva á hesum støðinum. Tá tað er sagt, so skal tað ongin umbering vera fyri, at vit ikki komu víðari: Tað er bara okkara ábyrgd - vit mangla at sláa ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á tíðindafundinum eftir ósigurin hjá KÍ fyri RFS eftir longda leiktíð við Djúpumýru hóskvøldið, byrjaði høvuðsvenjarin Mikkjal Thomassen við at lýsa kensluna, nú KÍ er úti: 

- Hetta er sum at vera í einum svørtum holi. Tað er ógvuliga tungt beint nú, og serliga tí at vit føla, at vit burdu komið víðari. Tað er sjálvdan, at man kennir tað so eftir slíkar dystir - eg haldi ikki, at eg havi upplivað nakað líknandi kenslu eftir slíkar dystir. Tað kennist eisini tungt, at vit ikki megna at liva upp til tær vónir, ið vit hava sett til okkum sjálvar 

[object Object]
Løtan tá RFS skorar til 4-2 eftir enn eitt gott innlegg frá liðformanninum Zivkovic 

[object Object]
Eftir seinasta bríksl (Myndir: Sverri Egholm)

45-ára gamli venjarin hjá KÍ lýsir heildarmyndina og orsøkina til, at tað ikki koppaði til heimaliðið:

- Vit føla, at spæla ein heilt øðiligan góðan dyst. Í opna spælinum eru vit betri, men vit megna ikki at lukka teirra deyðbóltsstøður, og tað er so einfalt sum tað. Vit royna ymiskar loysnir uppá at verja fyri, við millum annað at hava eina høga linju og at dekka menn heilt tætt. Eisini hava vit hugt eftir nógvum video av júst Saric (tann ið skoraði avgerandi málið. red), og hvussu hann rennir inn til aftaru stong við deyðbóltar, men vit fáa kortini ikki vart fyri tí. Og so mangla vit akkurat at sláa ígjøgnum, tá vit skulu í hinum brotsteignum - vit hava fleiri støður, ið eru líka við og næstan, og í slíkum dystum eru tað lítlir marginalar, ið gerast avgerandi


[object Object]
0-1 málið, har Mathias Rosenørn ikki kom væl út, og har KÍ-verjan ikki megnaði at halda sterka Jagodinskis (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ lat í dystinum eins nógv mál inn sum higartil í Betrideildini. Tað eru fýra mál í 15 dystum. Trý komu í samband við deyðbóltar á egnari hálvu - eitt hornaspark og eitt frísparksinnlegg úr hvør sínari síðu. Hitt kom eftir málspark, ið KÍ-verjan ikki megnaði at rudda burtur.

Heimaliðið hevði nakrar vandamiklar støður í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini, men tað manglaði tað síðsta - í longdu leiktíðini spældi Kí seg til nakrar góðar málmøguleikar, men málverjin vardi millum annað fyri tríggjar ferðir.

Vánaligt dómaraavrik
Mikkjal Thomassen varð útvístur í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini - stutt eftir 2-4 málið. Tað varð venjarin hjá Kí fyri at hava gjørt vart við sína ónøgd við, at lettiska liðið drálaði. Revsingin var beinleiðis reytt kort, og hetta, og dømingina sum heild, fyrihelt Mikkjal Thomassen seg til eftir spurning frá FM1: 

- Tað var púra óneyðugt at geva mær hatta reyða kortið. Teir drálaðu nógv, og eg haldi ikki, at eg brúkti meg meira og ógvusligari enn teirra venjari, ið ofta var ónøgdur við ymiskt. Sum heild var eg ónøgdur við dømingina. Hatta var snøgt ikki gott nokk til ein slíkan dyst, og hetta er vánaligasta avrikið, ið eg havi uppliva á hesum støðinum. Tá tað er sagt, so skal tað ongin umbering vera fyri, at vit ikki komu víðari: Tað er bara okkara ábyrgd. 

Tá vit spurdu hann um, hví eingin skifting varð gjørd á KÍ-liðnum fyrrenn í longdu leiktíðini, og hvørjar tankar venjaratoymi gjørdi sær so líðandi, so segði Mikkjal Thomassen, at teir settu tað liðið, ið teir føldu gav KÍ besta møguleikana t vinna dystin, og at sum dysturin lá í 2. hálvleiki, so varð mett at best var at bíða - serliga við leikarunum ið vóru allarmest álopssinnaðir. Hetta var millum annað tí, at venjarin merkti, at KÍ hevði gott tamarhald á støðuni, og at leikaranir á vøllinum gjørdu tað væl. Hann sló fast, at hann ikki angraði nakað hesum viðvíkjandi, men at tað kanska fór at broytast eitt sindur, tá man fór at hyggja í afturskin.

Til seinast spurdi Portalurin, um venjarin metti, at KÍ hevði havt góðan møguleika at koma langt í kappingini, og  evropeiska tapið hjá KÍ fór at geva meira blóð uppá tonnina til næsta ár, tí seinastu árini hevur KÍ staðið seg væl í evropeiskari kapping og hevur satsað nógv uppá tað: 

- Vit eru eitt ógvuliga motiverða lið, so vit hava helst ikki tørv á eyka motivatión, men tað er tað klárt, at vit seta evropesiku dystirnar ógvuliga høgt, og vit vilja ógvuliga gjarna standa okkum heilt væl. Tað gekk so ikki hesuferð, hóast vit fáa eitt gott úrlsti á útivølli og spæla væl í kvøld, men so mugu vit royna aftur næsta ár. Eg meti, at vit høvdu havt ein góðan møguleika í næsta umfari av hesri kappingini - tað hevði til dømis ikki verið nakað Young Boys, ið vit høvdu møtt. Men nú hava vit tørv á, at líka hava frí í nakrar dagar, fáa hetta uppá avstand, og so møta vit innaftur við einum jaligum sinnalagi.

Hetta er fyrstu ferð, at UEFA Europa Conference League er. KÍ og NSÍ fóru út í fyrsta umfari við tapum á heimavølli, eftir at bæði høvdu fingið góð úrslit á útivølli. Hetta er fyrstu ferð síðani 2017, at KÍ ikki kemur víðari minst einaferð í Evropa.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2021

52 Leygardagur 17. juli 2021

3-1 og runavíkingar lidnir í Evropa

FC Honka úr Finnlandi var ikki ræðandi, men nógv effektivari enn NSÍ

(Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nei, tað eydnaðist heldur ikki hesaferð NSÍ at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti.

Dysturin á Svangaskarði hóskvøldið móti FC Honka úr Finnlandi endaði við 3-1 sigri til finnar.

Ikki tí at finska liðið var so nógv betri enn tað føroyska, men gestirnir vóru nógv, nógv effektivari, fingu mál upp á sínar kjansir, at síggja til lættliga.

Men teir høvdu ikki stórt fleiri enn teir tríggjar kjansirnar, sum teir skoraðu uppá.

Heilt tíðliga í dystinum eydnaðist finnum at spæla seg ígjøgnum verjuna, og framherjin, Jean-Marie Dongou, ættaður úr Kameroun, kundi leggja finska liðið á odda.

Eftir málið dovnaði dysturin eitt sindur. Runavíkingar royndu at draga ferðina úr dystinum, og tað høvdu finnar einki ímóti.

Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki.

Eitt lítið korter inn í annan hálvleik, gjørdist tað 2-0, og aftur var tað sami maðurin úr Kameroun, sum skoraði.

Spældur leysur í brotsteiginum kundi hann sneiða seg rundan um Karstin Hansen í føroyska málinum og leggja bóltin í tómt mál.

Bert fýra minuttir seinni varð dysturin dripin. Finnar fingu eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin, og brasilianarin á finska liðnum, Lucas Kaufmann, setti bóltin trygt í longra hornið.

Nú fingu føroyingarnir meira spæl og fleiri kjansir.

Men bert í tí eina førinum eydnaðist at skora. Klæmint Olsen fekk ein bólt fríur framman fyri málverjanum, men finski málverjin stórbjargaði.

Men bólturin støkk út aftur til Klæmint, sum legði bóltin yvir til Jørgen Nielsen, ið júst var innkomin, og hann setti bóltin lættliga í netið.

Runavíkingar fingu framleitt fleiri málmøguleikar móti endanum av dystinum, men inn vildi bólturin ikki.

FC Honka hevur spælt seg víðari til annað umfar í Conference League. 

[object Object]

Sí myndirnar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2021

53 Leygardagur 17. juli 2021

U17-kvinnur: Vunnu á Danmark í NM-kapping

Dysturin endaði 0-0 og varð avgjørdur við brotssparkskapping

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku U17-genturnar í fótbólti megnaðu at spæla javnleik 0-0 ímóti Danmark, tá seinasta umfar í NM-kappingini var á skránni mánadagin. Dysturin skuldi tó avgerast við brotsspørkum, og tá vunnu Føroyar 4-3.

Føroyska U17-landsliðið við gentum reisti seg av álvara, tá seinasta umfar í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í Vesturjútlandi, varð spælt mánadagin.

Úrslitið í síðsta dystinum gjørdist javnleikur 0-0 ímóti Danmark, sum føroysku genturnar annars taptu tepurt fyri í fyrsta umfari.

Donsku genturnar vóru omaná í spæli og málmøguleikum, men okkara gentur stríddust væl og stóðu stinnar á vøllinum, og tað eina stigið til Føroyar var tí fult uppiborið.

Reglurnar í NM-kappingini eru annars tær, at tá dystir enda javnt, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vístu føroysku genturnar veruliga styrki, og vunnu 4-3.

Næst á skránni hjá U17-gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Slovakia í november. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

54 Leygardagur 17. juli 2021

Filip Djordjevic til Suðuroyar at spæla

TB hevur skrivað undir við nú fyrrverandi ÍF-leikaran. Hann skal hjálpa tvøramonnum at yvirliva í bestu deildini

Filip Djordjevic her í dysti móti TB. Nú fer hann at spæla við tvøramonnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Filip Djordjevic, sum undan kappingarárinum í fjør kom úr Víkingi til ÍF gevst nú í felagnum. Hann hevur skrivað undir við TB, sum í seinnu hálvu av kappingarárinum av álvara skal stríðast fyri at yvirliva í bestu deildini.

Av ymsum orsøkum hevur TB mist leikarar, men hevur nú skaffað sær nakrar nýggjar.

[object Object](Mynd: TB)

Sambært Faroesocer er tað blivið til 14 dystir og tvey mál hjá Filipi Djordjevic í ÍF hetta kappingarárið.

Støðan í Betri deildini, menn

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dystir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (14 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 6 stig (14 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021

55 Leygardagur 17. juli 2021

Hákun Edmundsson til B36

25 ára gamli toftamaðurin hevur gjørt áttmála við B36 restina av kappingárinum

Hákun Edmundsson í ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Beint áðrenn flytingargluggin stongdi, skrivaðu B36 og Hákun Edmundsson undir sáttmála fyri restina av kappingarárinum. Hesum boðar B36 frá á heimasíðuni í kvøld.

Seinnapartin í dag kom seinasta tilgongdin til hópin hjá B36 hetta kappingarárið, tá Hákun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við árstalfelagið í Havn.

- 25 ára gamli toftamaðurin hevur verið roknaður sum ein av heilt lovandi spælarunum her á landi, og hann hevur eisini roynt seg uttanlands. Skaðar argaðu tó eitt sindur, og tí var hann í fjør at síggja hjá ÍF her í Føroyum, skrivar B36.

Sáttmálin er galdandi restina av kappingarárinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

56 Leygardagur 17. juli 2021

Bárður og Jóhann úr B36 til EB/Streym

Sundalagsmenn styrkja seg við tveimum leikarum úr B36

Formaðurin í EB/Streymi, Fróði R. Petersen og Bárður Olsen (Ebstreymur.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við tveir leikarar, sum so ella so leita aftur á slóðina. Báðir hava higartil spælt við B36, men fara nú at spæla við EB/Streymi.

Fyribils verður hetta restina av hesum kappingarárinum - at spæla við EB/Streymi.

Hetta eru Bárður Olsen, sum eisini spældi við EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør og Jóhann Hansson Joensen. Hann er uppvaksin í Havn, men EB/Streymur metir seg eiga eitt sindur í honum, tí mamman er av Eiði og pápin frá Norðskála.

[object Object]Formaðurin í EB/Streymi, Fróði R. Petersen og Jóhann Hansson Joensen (Ebstreymur.fo)

EB/Streymur liggur á sætta plássið í Betri deldini hjá monnum við 12 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2021

57 Leygardagur 17. juli 2021

Fimm nýggir spælarar til AB

Talan er um fýra ungar danir og ein spanióla

Fimm nýggir spælarar verða at síggja inni í Vika á Argjum, tá fótbóltskappingin verður tikin uppaftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Flytingargluggin – tað er tíðarskeiðið, har tað ber til at flyta leikarar millum feløg í førlyskum fótbólti – lat aftur mánadagin. Og Argja Bóltfelag nýtti høvið til at gera avtalu við heili fimm nýggjar leikarar, sum koma at spæla fyri felagið tá kappingin í 1. deild verður tikin uppaftur.

Fýra danskir leikarar koma til landið í komandi døgunum. Teir eru Mads Zaar, Ardit Murati, Adis Murati og Anders Nagel, skrivar AB  á heimasíðuni. 

Mads Zaar er 19 ára gamal vongur, sum hevur spælt við U19/liðnum hjá Esbjerg til nú. Harafturat er hann eisini skrásettur fyri 15 dystir á danska U17-landsliðnum. 

Ardit Murati er 21 ára gamal áleypari, sum seinast hevur spælt við FC Sydvest, ið flutti niður úr triðbestu donsku deildini, 2. division, í fjórðbestu deildina, Danmarksseriuna.

Yngri bróður Ardit Murati, Adis Murati, kemur eisini til felagið. Hann er eisini álopskendur leikari og hevur eins og Mads Zaar spælt við U19-liðnum hjá Esbjerg. Adis Murati er 19 ára gamal. 

Síðsti danski leikarin er 22 ára gamli málmaðurin, Anders Nagel, sum seinast hevur spælt við Viby IF í Danmarksseriuni. Hann skal kappast við Milos Budakovic um plássið í málinum í seinnu kappingarhálvu. 

Fimti leikarin er spanski Leo Mboumba, sum hevur spælt í lægri deildunum í Spania. Hann er miðvallari.

AB sigur eisini farvæl til tríggjar leikarar, sum nú fara at spæla í øðrum feløgum. 

Leikararnir, ið eru farnir úr felagnum á hesum sinni, eru Pedro Luis Moreno González, Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen. Spanski málverjin, Pedro Moreno, er skiftur til Skála. Hann vardi málið hjá AB í níggju dystum.

Dánjal Karbech Hansen og Sverri Petersen hava valt at søkja aðrar leiðir og spæla nú við Undrið.

Kappingin í fyrstu deild verður tikin uppaftur eftir summarstøðgin beint fyri ólavsøku. AB liggur í løtuni á fimta plássi við 19 stig fyri 13 dystir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2021

58 Leygardagur 17. juli 2021

Italia evropameistari eftir brotssparkskapping á Wembley

Ongland kom á odda beinanvegin, men næstan tríggjar tímar seinni misnýttu tríggir leikarar, harav tveir ógvuliga óroyndir í høpinum og harav tveir, ið júst vórðu innskiftir, úr ellivu metrum. Donnarumma bjargaði tvær ferðir, og Italia vann EM fyri aðru ferð

Málskjúttin og Bonucci og brotsparkshetjan og besti leikarin í kappingini fegnast við steypinum saman við italsku áskoðarunum, ið av álvara vóru í undirtali á Wembley (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað byrjaði við einum braki hjá Onglandi, men endaði sum til øll endaspæl síðani 1966 við vónbroti. Sum tað eisini gjørdi í HM 1990, 1998 og 2006, og EM 1996, 2004 og 2012 var tað eftir brotssparkskapping.

Í 2012 vóru tað italumenn, ið vóru stinnari úr ellivu metrum í fjóðringsfinaluni, og í kvøld syrgdi Gli Azzuri fyri, at fótbólturin ikki kom heim, men til Rom. Hetta var evropameistaraheitið nummar tvey hjá Italia.

Gareth Southgate brendi tað brotssparkið, ið gjørdist avgerandi í EM-hálvfinaluni í heimavølli í 1996. Venjarin kennir harvið kensluna, og hann var eisini skjótur at troysta 19-ára gamla Bukayo Saka. Arsenal-leikarin spældi sín bert níggjunda A-landsdyst og er ikki kendur sum brotssparksskjútti. Southgate hevur eisini longu verið fyri einari rúgvu av atfinningum fyri valið at seta Saka sum fimta skjútta. Eisini snýr tað seg um valið at seta 21-ára gamla Jadon Sancho, ið heldur ikki er royndur sum leikari ella brotssparksskjútti, og sum hevur spælt lítið í endaspælinum,  og sum saman við 23-ára gamla Marcus Rashford, ið er meira vanur at skjóta brotsspørk misnýtti møguleikan.

Liverpool-liðformaðurin Jordan Henderson kom inn í vanligu leiktíðini. Hann er rímiliga vanur at royna seg úr ellivu metrum - brendi tó í HM í 2018 - og varð skiftur út fyri Sancho. 

Eitt annað val hjá Gareth Southgate sá tó beinanvegin út til at vera púra rætt: At byrja við einari trýmansverju, at fáa Kieran Trippier inn á liðið aftur sum annan vongbakkin og at hava Shaw sum hin. Eftir italskt hornaspark, setti Ongland ferð á, og fekk nógv fólk fram. Harry Kane fekk fatur á bóltinum, sendi hann væl út til høgru, har Trippier við góðum innleggi fann Shaw við aftaru stong, og United-bakkurin fluktaði bóltin væl inn umvegis nærru stong, og so kókaði Wembley uppaftur meira enn frammanundan.

Tað vóru tó italumenn, ið kundi enda við at stórfegnast. Ongland tyktist at hava gott tamarhald í fyrra hálvleiki, ið var tamur fyriuttan málið. Italia hevði lítið at bjóða uppá, men kom øðrvísi út til 2. hálvleik og fekk trýst heldur verjukenda Ongland meira aftur. Eftir innlegg úr vinstru fekk vælleikandi Harry Maguire júst ruddað burtur til horna.

Hornasparkið kom væl inn úr vinstru, Jordan Pickford, ið hevði bjargað skotroynd frá lívliga Chiesa stutt frammanundan, fekk hondina væl á, men so var Bonucci til reiðar. Ein av verjukempanunum hjá Italia javnaði til 1-1, og so hendi í roynd og veru næstan einki nevnivert, fyrrenn komið var til brotssparkskappingina.

[object Object]
Shaw gav Onglandi eina frálíka byrjan við frálíkum máli, og heimaliðið var á gullkós í yvir ein tíma 

[object Object]
Tað var til Bonucci javnaði í samband við hornaspark (Mynd: EPA)

Landsliðsvenjarin hjá Onglandi fer eisini at fáa síni høgg fyri ikki at hava satsað meira. Phil Foden var ikki tøkur í kvøld vegna skaða, men fleiri spennandi álopskendir leikarar vóru á bonkinum, men komu seint inn. Italia var eitt sindur meira omaná, men so tyktist tað sum, at liðin ivóru til sættis við at fara í longda leiktíð. Í 2. hálvleiki har var eitt sindur av lívi í, og heimaliðið fekk lagt eitt lítið trýst. Leyvurnar byrjaðu eisini betri í brotssparkskappingini. Kane og Maguire skoraðu sera sannførandi, og Pickford bjargaði royndi hjá innskifta Belotti, sum var skjútti nummar tvey hjá Italia, ið skeyt fyrst.

Marcus Rashford og Jadon Sancho komu inn í 120. minutti. Manchester United-leikararnir - Rashford er uppvaksin í felagnum, og Sancho skal byrja har í næstum - brendu báðir.

Rashford tók sær ógvuliga góða tíð við at renna til bóltin, hann sendi Donnarumma skeivan vegin, men rakti stongina. Skotið hjá yngra og meira óroynda brotssparkskjúttanum var spakuligt og fór beint í føvningin á Donnarumma. Millum hesi megnaði Federico Bernardeschi, ein innskiftari, at skjóta bóltin beint framvið Pickford. Jorginho kundi, eins og í hálvfinaluni móti Spania avgera dystin, men Pickford hevði lisið hann. Lívlinja til Ongland, men Saka stóð ikki ímóti stóra trýstinum, ið varð lagt á ungu herðar hansara, og so endaði alt við, at ensk hjørtu vórðu knúst.

[object Object]
Tríggir partar við ymsum kenslum - niðurlendski dómarin Björn Kuipers kundi vera vælnøgdur eftir eitt heilt gott avrik við floytuni, Bukayo Saka í knúsi eftir brotssparkið, ið Donnarumma bjargaði og sum harvið sendi italenarar í ovfarakæti

[object Object]

Fangaðuri í stivlalandinum var øðiligur

[object Object]Og miðverjarnir - liðformaðurin og málskjúttin - lyftu steyp og annað gott á Wembley (Myndir: EPA)


Donnarumma bjargaði aftur og er harvið tjóðarhetja. Tað eru allir teir italsku leikararnir nú, og ikki minst Mancini. 56-ára gamli venjarin tók við nakrar mánaðir eftir, at Italia ikki megnaði at spæla seg til HM-endaspælið í Russlandi, og hevur síðani september 2018 verið ósigraðir - í nú 34 dystum.

Eitt frálíkt venjaravrik og avrik frá eindini, har málverjin, ið varð kosin til besta leikara í kappingini eftir dystarlok, er grundarsteinurin saman við liðformanninum Chiellini, miðverju samstarvsfelagnum Bonucci og Jorginho á verjukenda miðvøllinum. Nú skal Roberto Mancini royna at byggja uppá - Southgate, ið tók fulla ábyrgd fyri tapinum og sínum valum í viðtalu eftir ósigruin, og Ongland skulu royna aftur næsta vetur í Katar, tá HM verður.

EM 2020 (2021) finala
Wembley Stadium, London
Ongland - Italia 3-4 eftir brotssparkskapping - 1-1 eftir vanliga leiktíð
2' Luke Shaw (Kieran Trippier)  1-0
67' Leonardo Bonucci 1-1

Brotssparkskapping
Domenico Berardi skorar 1-2
Harry Kane 2-2
Pickford bjargar roynd frá Belotti
Harry Maguire 3-2
Leonardo Bonucci 3-3
Marcus Rashford brennur
Federico Bernardeschi 4-3
Donnarumma bjargar roynd frá Sancho 
Pickford bjargar roynd frá Jorginho 
Donnarumma bjargar roynd frá Saka

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2021

59 Leygardagur 17. juli 2021

UEFA-forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur

EM-endaspælið í fótbólti hevur verið spælt í 11 ymiskum londum, og tað er órættvíst at summi lið hava verið noydd at ferðast longri enn onnur, heldur Aleksander Ceferin

Aleksander Ceferin, forseti í UEFA heldur tað vera órættvíst, at summi lið skuldu ferðast longri enn onnur (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

EM-endaspælið í fótbólti í ár varð spælt í 11 evropeiskum londum, og sambært Aleksander Ceferin, forseti í evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA), eigur mann ikki at skipa EM-endaspælið á hendan hátt í framtíðini.

Tað er órættvíst at fjepparar og lið úr summum londum skulu ferðast longri enn onnur, sigur hann sambært Ritzau.

Hálvfinalurnar vórðu spældar á Wembley í eingliska høvuðsstaðnum London, har finalan eisini verður spæld í annaðkvøld. Annars hevur endaspælið verið spælt í eitt nú Keypmannahavn og Baku.

Liðið hjá Wales skuldi eitt nú flúgva tvær ferðir til Baku, eina ferð til Rom, og eina ferð til Amsterdam. Hetta gjørdi tað ringt hjá fjepparum at stuðla liðnum bæði orsakað av ferðaseðlaprísum og koronutiltøkum. Hinvegin fer Ongland at spæla seks av sjey dystum á Wembley.

Næsta EM-endaspælið í fótbólti verður í Týsklandi í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2021

60 Leygardagur 17. juli 2021

Føroyskir vektlyftarar góð úrslit í Spania

3. juli luttóku Anna Kristina Niclasen, Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen í International Cidade de La Coroña í Spania XXIV

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysk vektlyfing er í støðugari menning, og í altjóða kapping í Spania fyrr í hesum mánaðinum stoytti ein føroysk kvinna fyri fyrstu ferð 100 kilo upp um høvd.

Hetta var fyrsta ferðin, at føroyskir vektlyftarar kappast altjóða, og tað vóru Anna Kristina Niclasen, Maibrit Reynheim Petersen og Pól Hendrikur Andreasen, sum 3. juli luttóku í International Cidade de La Coroña í Spania XXIV.

Kappast varð ímóti vektlyftarum úr Ungarn, Slovenia, Spania, Portugal, Danmark og Týsklandi, og hóast tað ikki bleiv til heiðursmerkir til føroysku vektlyftararnar, settu føroyingarnir bæði føroysk og persónlig met.

Anna Kristina Niclasen knógvaði sum fyrsta føroyska kvinna 100 kiloum í stoyt. Í 71 kilo bólkinum lyfti hon 72, 76 og 80 kg í trekk, 92, 96 og 100 kg í stoyt og 180 kg íalt. Hon setti føroyskt met í trekk, stoyt og íalt og rakk einum flottum 5. plássi.

Pól Hendrikur Andreasen setti føroyskt met í trekk við 87 kiloum og somuleiðis føroyskt met í tveykamp á 197 kg. Ein roynd á 114 kg, ið hevði verið føroystk met, eydnaðist nærum, tó dómararnir kolldømdu lyftið við atkvøðunum 1-2.

Maibrit Reynheim Petersen setti persónlig met í sama vektbólki sum Anna Kristina, og við somuleiðis seks út av seks góðkendum lyftum trekti hon 63, 66 og 69 kilo og stoytti 80, 84 og 87 kilo, ið gav henni ein tveykamp á íalt 156 kg.

Venjarin hjá føroysku lyftarunum, Frank Petersen, sum eisini er landsliðsvenjari hjá donsku kvinnunum, fegnast um góðu gongdina í føroyskari vektlyfting.

– At føroysk kvinna lyftur 100 kilo upp um høvd, teknar gott, heldur venjarin fyri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2021