Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 07. august 2021 | Nr. 32 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Andrias Høgenni: Kann vera feitt at lata føroyskar leikarar tosa føroyskt

SíÐa 2

1 Leygardagur 07. august 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Olympiskir dreymar

Ongin ivi um, at tað er eitt bragd av føroyinginum Jóhan á Plógv Hansen at koma so langt í síni ítróttagrein, at hann í dag kann heingja eitt olympiskt heiðursmerkið um hálsin, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Hvørt tað verður úr gulli ella silvuri, fara nógvir føroyingar at fylgja spentir við seinnapartin tá OL-finala verður í manshondbólti.

Í eini tíð, tá føroyskur landsliðshondbóltur lá meira ella minni í dvala, gjørdi ungi havnardrongurin eitt val, nevniliga at satsa upp á at sleppa á danska landsliðið fyri harvið at sleppa at stríðast við og móti heimsins bestu hondbóltsspælarum.

Tað er eydnast honum. Jóhan á Plógv er tvífaldur heimsmeistari, og kann í dag møguliga eisini kalla seg olympiskan meistara. Um tað so verður eitt silvurmerkið, ger tað ikki bragdið minni.

At vit til olympisku leikirnar hesaferð hava tveir føroyingar við, har báðir hava gjørt seg galdandi millum tey allarbestu í sínum ítróttagreinum, er eisini eitt bragd.

Vónandi kunnu hesi brøgd vera viðvirkandi til, at Føroyar loksins fáa ta olympisku viðurkenning, sum vit so leingi hava tráðað eftir, og sum vit gjøgnum árini hava prógvað okkum uppiborin til.

Røddir hava verið frammi um, at Jóhan á Plógv við at velja Danmark fram um Føroyar, hevur svikið Føroyar og ikki longur er føroyingur í ítróttasamanhangi.

Tað veldst um eygað, ið sær.

Men ein sannroynd er tað so í øllum førum: Evnaríki høgri vongurin hevði ongantíð fingið ynskið sítt uppfylt um OL-heiðursmerki, um hann ikki hevði valt at skifta hondbóltstjóðskap. Tí fyri at vera millum heimsins bestu í eini liðítrótt, mást tú spæla á einum av heimsins bestu liðum. At trúgva, at føroyskt hondbóltslandslið nakrantíð sleppur við í olympiska kapping, er utopi – eisini um Føroyar fáa olympiska viðurkenning.

Tað er í einstaklinga ítróttunum, at vit skulu gera okkum galdandi og leggja okkara vónir í. Tí er eisini at vóna, at føroysk rógving skjótt kann fáa altjóða viðurkenning, eins og aðrar einstaklingaítróttir, sum ikki hava tað enn, so sum frælsar ítróttir, súkkling og kettjaraítróttir.

Aftur til hondbóltin.

Hóast olympiskar væntanir ikki eru innan hesa ítrótt, so er tað ófatiliga lívsjáttandi at uppliva føroysk ungdómslandslið áhaldandi fremja brøgd á altjóða pallum, eins og vit upplivdu í gjár, tá 17 ára gomlu genturnar spældu javnt við hondbóltsstórveldið Serbia, og 19 ára gomlu dreingirnir vundu burtur úr norðmonnum.

Fyrimyndarlig bleiktrandi dømi um, at við miðvísari og hollari venjing ber til at berjast við teimum allar-allarbestu. Her eiga vit úrvalsítróttafólk í høgum klassa.

Hvat gera vit um hesi eisini fáa olympiskar dreymar? Í sameinda bretska kongsríkinum senda tey felags lið avstað, eisini í teimum ítróttagreinum har einstøku bretsku londini hava altjóða viðurkenning.

Var tað ein møguleiki? Vit eiga í øllum førum hondbóltsleikarar, ið fyri vist høvdu styrkt um eitt olympiskt danskt landslið longu um trý ár... 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4012

    Lisnar síður: 14738

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 07. august 2021

Andrias Høgenni: Kann vera feitt at lata føroyskar leikarar tosa føroyskt

– Eg vóni at vísa eitt fjølmentanarligt danskt kongaríki, sigur føroyski leikstjórin, sum hevur fingið til uppgávu at skriva og leikstjórna eina ungdómsrøð fyri Danmarks Radio. Røðin er donsk við donskum høvuðsleikarum, men eisini verða fýra føroyskir leikarar at síggja

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vetur verður nýggj ungdómsrøð at síggja á heimasíðuni hjá Danmarks Radio – DR TV. Røðin er í tíggju pørtum og hevur eina fíggjarætlan á umleið sjey milliónir krónur – og so er hon skrivað og leikstjórnað av føroyska filmsleikstjóranum, Andrias Høgenni.

– Verkætlanin byrjaði fyri trimum árum síðani sum eitt hugskot til ein stuttfilm, og eg presenteraði tað fyri einum framleiðara sum eg kendi, sum bleiv øgiliga glað fyri tað. So fekk hon starv á DR Drama fyri tveimum árum síðani, og so vendi hon sær til mín og spurdi, um hugskotið kundi mennast til eina sjónvarpsrøð, sigur Andrias Høgenni við Blaðið Vikuskifti.

Fýra føroyskir leikarar verða at síggja í røðini. Teir eru Beinta Clothier, Sissal Drews Hjaltalin, Armgarð Mortensen, og Klæmint Klakk. Høvuðsleikarnir í røðini eru danskir. Talan er um Ane Stensgaard Juul og William Halken, sum eru kend úr ávikavíst “Far til fire”-filmunum og DR-røðini “Herrens veje”.

[object Object]
Herfyri var fyrsta gjøgnumgongdin av handritinum á skránni. Frá vinstru: Carla Eleonora Feigenberg, Sissal Drews Hjaltalín, Ane Stensgaard Juul (høvuðsleikari), Armgarð Mortensen, Mathilde Lundberg, Laura Valentiner Bohse (framleiðari á DR), May Lifschitz, William Halken (høvuðsleikari), Andrias Høgenni (leikstjóri)

Ein rættvís mynd av føroyingum í Danmark

Sum útgangsstøði er talan um eina danska søgu, greiðir Andrias frá.

– Tað er ein donsk søga, og tað eru danskir høvuðsleiklutir, men ein teirra hevur samband við rættiliga nógvar føroyingar, og er partur av einum arbeiðsplássi, har rættiliga nógvir føroyingar eru.

Men ætlanin er at geva eina so rættvísa mynd sum gjørligt av, hvat tað vil siga at vera føroyingur í Danmark, sigur leikstjórin, og leggur hann afturat, at vit eisini fara at hoyra leikarar tosa føroyskt, umframt at føroyskur tónleikur verður brúktur í røðini.

– Longu frá fyrsta parti verður tosað føroyskt. Tað eru føroyingar, sum spæla føroyingar, so vit hava í øllum førum roynt so nógv sum gjørligt at fáa hetta til at vera so væl umboðandi Føroyar sum gjørligt.

Danska kongaríkið er eitt fjølmentanarligt kongaríki

Hóast Danmark hevur lagt stóran dent á fjølbroytni seinastu árini, hevur ríkisfelagsskapurin ikki rættiliga verið ein partur av tí prátinum, heldur Andrias.

– Tað, sum eg vóni er, at røðin kann vísa, at danska kongaríkið er eitt fjølmentanarligt kongaríki, og at tað faktiskt kann koma nakað feitt burturúr at lata føroyskar leikarar tosa føroyskt.

Stuttfilmurin hjá Andrias, “Ikki illa meint” hevur fingið nógva viðurkenning seinastu árini. Tilsamans hevur hann vunnið átta virðislønir og fingið tvær “special mentions” á ymiskum filmsfestivalum. Filmurin snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, Marita og Elinborg (Sissal Drews Hjaltalin og Mariann Hansen), sum av tilvild hittast í Føtex. Nærum allur filmurin er á føroyskum, og tað er hesin filmurin, sum hevur latið hurðarnar upp fyri hesum møguleikanum, sigur Andrias.

[object Object]Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin í "Ikki illa meint"

– Við “Ikki illa meint” kláraði eg at vísa, at tað bar til at fortelja søgur á føroyskum, sum ein donsk áskoðarafjøld kundi kenna seg aftur í.

Vónin er, at hendan røðin fer at lata enn fleiri hurðar upp fyri føroyskum søgum, og at har verður pláss fyri føroyskum søgum í donskum sjónvarpsrøðum.

– Bara fyri tíggju árum síðani, hevði eg ikki trúð, at tað føroyska filmsumhvørvið var komið hartil, sum tað er nú. Vit hava enn trupulleikar, sum vit berjast við, men teir trupulleikar, sum vit hava nú eru nógv frægari enn teir, sum vit høvdu fyri tiggju árum síðani.

Hevði sjálvandi verið fantastiskt við einari sesong tvey

Í løtuni eru Andrias og restin av toyminum handan nýggju ungdómsrøðini í ferð við at leggja seinasta hond á handritið, og um ein mánað byrja upptøkurnar.

Sjey vikur eru settar av til upptøkurnar, sum eftir ætlan byrja 6. september og enda 22. oktober. Síðani verða umleið tveir mánaðir brúktir uppá klipping og framleiðslu. Røðin skal verða liðug í desember, og eftir ætlan verður ein nýggjur partur lagdur út á heimasíðuna hvørja viku.

Sum áður nevnt, verða tíggju partar í røðini, men um fleiri partar koma afturatseinni, veit leikstjórin ikki at siga.

– Vit hava í øllum førum fingið garanterað hesar partarnar, og røðin er skrivað, so hon kann enda eftir einari sesong, sigur hann.

Andrias leggur afturat, at tað sjálvandi hevði verið fantastiskt við einari sesong tvey, og at mann hevði kunnað gjørt eitt framhald av røðini, um avgerð varð tikin um tað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

3 Leygardagur 07. august 2021

Hann var við til at leggja bumburnar í Klaksvík

Esmar Dalskinn (fyrr Elmar Johannesen) traðkar fram sum ein av bumbumonnunum undir læknastríðnum

(Skíggjamynd: DR)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eydnaðist fyrrverandi danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, at finna fram til ein av teimum, sum løgdu bumbuna, sum sprongdist við politistøðina í Klaksvík í 1955 undir læknastríðnum.

Esmar Dalskinn, sum hann eitur í dag, hevur búð í Danmark seinastu árini. Í fjórða parti av sendirøðini um læknastríðið, greiðir Esmar frá, at hann var ein av fýra monnum, sum løgdu bumbuna.

Hann viðgongur, at hann var við at leggja eina bumbu í einum húsi, har ongin var inni, og eisini við politistøðina, har fýra danskir politistar vóru til staðar.

Esmar angrar í dag ikki, at hann var við til at gera hetta. Í sendingini greiðir hann frá, at teir kendu seg eins og frælsisstríðsmenn, sum mettu tað vera neyðugt at støðga hersetingarvaldinum.

Tað var gjøgnum Arnstein Niclasen, at tað eydnaðist Lars Løkke at koma fram til ‘bumbumannin’. Støðan er jú tann, at bumbumenninir ongantíð vórðu avdúkaðir, og í sendingini verður tað eisini róð fram undir, at harði fongsulsdómurin, sum Fischer Heinesen, havnafúti og talsmaður hjá teimum, ið vildu hava Halvorsen lækna aftur í starv, onkursvegna var fyri tær illgerðir, sum onnur høvdu gjørt.

Tað var Arnstein Niclasen, sum leiddi Lars Løkke til ‘bumbumannin’. Í sendingini sigur Arnstein, at hann veit hvør legði bumburnar. Men hann vildi ikki út við, hvør tað er, men játtaði at spyrja seg fyri, um onkur teirra var áhugaður at tosa við Lars Løkke.

Og soleiðis kundi Lars Løkke ringja uppá á donsku adressuni hjá Esmar Dalskinn. Tað verður ikki sagt í sendingini, men av myndum og lutum, sum eru avmyndaðir í sendingini framgongur heilt greitt, hesin Esmar hevur kommunistiskan samhuga við myndum av Che Guevara og Lenin, sovjetrussiskum flaggi og øðrum kommunistiskum halgilutum í íbúðini.

Sendirøðin um Læknastríðið í Klaksvík sæst her

[object Object]
Esmar Dalskinn og Lars Løkke Rasmussen (Mynd: DR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

4
Leygardagur 07. august 2021

Línuskipið Eivind slapp lætt

Rendi seg fastan á Flesjunum mánadagin

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tíbetur hendi ikki tann stóri skaðin á línuskipið Eivind úrSandavági, sum mánadagin rendi á Flesjarnar á veg úr Havn inn á Skálafjørðin.

Skipið stóð fast, tá fráboðanin kom nakað út á fyrrapartin.

So skjótt, sum Brimil kom á staðið, vórðu kavarar sendir niður fyri at kanna botnin á skipinum, og staðfest varð rættiliga skjótt, at møguleiki var fyri at hála Eivind av aftur flúrinum.

Avgjørt varð tó fyrst at tøma skipið fyri olju.

Fyrrapartin týsdagin setti Brimil so enda á Eivind, og tað eydnaðist uttan stórvegis trupulleikar at fáa skipið leyst.

Eivind varð sleipaður til Havnar, har hann varð tikin upp á bedingina hjá Mest, og har var staðfest, at Eivind var sloppin lætt. Skaðarnir á botninum vóru lítið meira enn smáar skeinur í málingini. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

5

Størv

Bókhaldari til eitt sosialt arbeiðspláss

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

KT fólk til MEST

Meira Umsóknarfreist: 12. apríl 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Húsasmiður

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Byggifrøðingur ella verkfrøðingur til sýnsøkið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Vísindastarv í KT-trygd til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 15. apríl 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Verkætlanarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Pakkifólk til Krás

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

Lærlingur/klinikkassistentur søkist til Tannlæknamiðstøðina

Meira Umsóknarfreist: 12. apríl 2024

Leiðari til Ítróttaanlegg

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024
6 Leygardagur 07. august 2021

Hetta eru Føroya bestu miðmálamatstovur

Tríggjar matstovur eru tilnevndar til henda “Faroe Best”-heiðurin

(Mynd: Fiskastykkið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Den danske Spiseguide 21. november fer at geva heiðursgávur til tey bestu nøvnini innan føroysku matstovuvinnuna, er ein av prísunum fyri bestu smyrjibreyðs-/miðmálamatstovur.

Og tær tríggjar matstovurnar, sum eru tilnevndar til henda heiður eru Bitin í Havn, Fiskastykkið í Sandavági og so Munkastova umborð á Norrønu.

Bent Christensen, Den danske Spiseguide, kunngjørdi tilnevningarnar í gjár.

Hvør av hesum trimum fær heiðurin verður avdúkað 21. november, tá serligt gallatiltak, verður hildið á Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan. Fyritøkurnar Mowi Faroes og Pf. Poul Michelsen eru stuðlar til hesa heiðurslønina saman við forlagnum Booksforcooks hjá Bent Christensen

Les eisini: John, Ólavur og Karin tilnevnd ársins matstovunøvn 

[object Object]
(Mynd: Bitin)

[object Object]
Munkastova (Mynd: Smyril Line)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

7 Leygardagur 07. august 2021

Løgreglan legði hald á 50 el-rennihjól

El-rennihjólini eru ólóglig, sigur løgreglan, sum tí tók øll rennihjólini hjá Hopp Tórshavn

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta fríggjadag lat ein nýggj tænasta upp fyri borgarum í høvuðsstaðnum. Talan var um eyðkendu el-rennihjólini frá íslendska veitaranum Hopp, sum kundu leigast umvegis appina Hopp Scooters. Men longu sama dag legði løgreglan hald á øll tey 50 rennihjólini, sum vóru komin til Havnar.

Orsøkin var, at tey eru ólóglig í Føroyum, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at tey tóku tey fyrstu rennihjólini aftan á døgurða fríggjadagin, og tóku tey restina gjøgnum dagin og náttina, og um ein fór inn á appina Hopp Scooters, har til ber at síggja, hvar rennihjólini eru, sást eisini, at 50 rennihjól stóðu á politistøðini.

[object Object]

– Sambært Akstovuni eru hesi rennihjólini ólóglig, og vit hava greitt eigaranum frá hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tað er ógreitt hvat nú hendir við teimum 50 el-rennihjólunum.

– Tað er nokk ein spurningur, sum skal loysast millum løgfrøðingar, sigur hann.

Sambært løgregluni vóru tað sum heild ung fólk og børn, sum koyrdu á rennihjólunum fríggjadagin. 

– Tey, sum vit hava noterað, hava í øllum førum verið undir 18 ár, sigur vaktleiðarin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

8 Leygardagur 07. august 2021

Føroyingar tvíbýttir um el-rennihjólini

Atkvøðugreiðsla á Portalinum vísir at ein lítil meiriluti heldur, at nógv umrøddu el-hjólini seinastu dagarnar eiga at verða loyvd

(Mynd: Kringvarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gingu ikki nógvir tímar frá at Hopp Tórshavn í síðstu viku koyrdi 50 el-rennihjól út á gøturnar í høvuðsstaðnum til, at løgreglan hevði tikið øll inn á støðina, har tey framvegis eru.

Teir tímarnar tænastan var tøk fekk tænastan 230 føroyskar brúkarar sum koyrdu 240 túrar hendan dagin.

Mikudagin bar til at geva sína meining til kennar um el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn. Á Portalinum var atkvøðugreiðsla, har til bar at svara um rennihjólini eiga at verða loyvd í Føroyum ella ikki.

Næstan 3800 brúkarar atkvøddu, og ein lítil meiriluti, 54 prosent av teimum, heldur at tað eigur at vera loyvt. 46 prosent halda ikki at tey eiga at vera loyvd.

Løgreglan hevur tikið rennihjólini á støðina tí tey eru at rokna sum procketbikes - lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum.

Enn er eingin loysn funnin í málinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

9 Leygardagur 07. august 2021

– Hetta er ikki í lagi

Øll el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni, og enn er ógreitt, hvat hendir í málinum, men Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna, sigur, at sakførari hansara arbeiðir við tí

(Mynd: Hopp Tórshavn)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn við tí grundgeving, at tey eru at rokna sum pocketbikes – lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum, og el-rennihjólini eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni.

Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna Hopp Tórshavn, heldur seg kortini ikki hava gjørt nakað ólógligt. Á Facebook-vanganum hjá Hopp Tórshavn skrivar fyritøkan, at tað er burturvið at rokna el-rennihjólini sum breytmotorsúkklur.

– Rættari hevði verið at sæð hetta á sama hátt sum eina el-súkklu, ið eisini eru góðar grønar loysnir. Hetta hevði verið at hugsað grønt, og at sett handling aftanfyri visjónina um einar grønari Føroyar.

Enn eru tey ikki komin nærri einari loysn í málinum, men Ebbi Asgeirsson sigur við Portalin, at hann hevur ein sakførara, sum arbeiðir við tí.

– Tíverri er lítið, eg sjálvur fái gjørt, men mín sakførari arbeiðir við málinum.

Ebbi Asgeirsson sigur seg hava tosað við løgregluna, men at tey ikki vita, hvat hendir í málinum. Eisini sigur hann, at hann ikki er meldaður fyri nakað lógarbrot.

– Løgreglan hevur tikið okkara ogn uttan at melda meg fyri at bróta lógina, tað haldi eg ikki er OK, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

10 Leygardagur 07. august 2021

Savningarmarkið á 500 tikið aftur

Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur. Mælt verður kortini til, at fyriskipararar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja

– Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á, sigur løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrið hevur nú gjørt av, at tilmælið um, at í mesta lagi 500 fólk savnast, verður tikið aftur frá 10. august at rokna.

Góða gongdin, bæði við koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at møguligt verður at skipa fyri størri tiltøkum aftur. Mælt verður kortini til, at fyriskipararar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja.

– Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

– At tilmælini linka merkir tó, at ábyrgdin hjá tí einstaka verður størri, bæði fyri sær sjálvum og øðrum, leggur hann afturat.

Meðan ferðin økist, verður roynt at fáa so nógv koppsett, sum gjørligt, komandi tíðina. Sjúkrahúsverkið fer undir eitt átak, sum skal gera tað lættari hjá teimum, sum hava torført við at koma á koppsetingarstaðið, at verða koppsett. Til dømis hjá teimum, sum búgva á útoyggj.

Landsstýrið fylgir smittustøðuni, og um hon broytist, verða tilmælini tillagað.

Tíðindaskriv frá Løgmansskrivstovuni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

11 Leygardagur 07. august 2021

Nú kunnu tey 12-15 ára gomlu koppsetast í Føroyum

Tað hevur heilsumálaráðharrin avgjørt. Hetta verður gjørt fyri at røkka flokkimmuniteti, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við heilsumálum hevur gjørt av, at tey í aldursbólkinum 12-15 ár nú fáa tilboð um at lata seg koppseta.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur gjørt av at víðka covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon nú eisini fer at fevna um aldursbólkin 12-15 ár. Broytta kunngerðin varð lýst týsdagin og kom í gildi mikudagin.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, sum er alneyðugt, um fólkið í Føroyum skal røkka floksórin fyri koronu. Floksórinið skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið.

- Tað at fáa koppsett tey 12-15 ára gomlu er eisini við til at tryggja, at skúlar, frítíðarskipanir, ítróttarfeløg, musikkskúlar og annað ikki noyðast at steingja í tíðarskeið vegna covid-19. Eg vóni, at koppsetingin fær stóra undirtøku frá teimum 12-15 ára gomlu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

12 Leygardagur 07. august 2021

Sjúkrahúsverkið bakkar: Tey sum ikki eru koppsett kunnu vitja á sjúkrahúsunum aftur

Spurningurin um sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin. Sjúkrahúsverkið bakkar nú, og sigur, at øll nú aftur kunnu vitja á sjúkrahúsunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur verið krav at vera koppsettur, um tú skuldi vjtja tíni kæru, sum lógu innløgd á sjúkrahúsunum kring landið. Men hetta er nú broytt.

- Fyri at verja innlagdar sjúklingar, hevur Sjúkrahúsverkið áhaldandi tillagað umstøðurnar innanhýsis í mun til smittuvandan í samfelagnum. Nú smittutalið er minkað, ber aftur til at vitja á sjúkrahúsinum uttan serlig fyrilit, segði Sjúkrahúsverkið í fráboðan týsdag.

Sagt verður, at tað framvegis er galdandi at um vitjandi hava verið uttanlands, skulu tey hava negativa kanning, áðrenn vitjað verður.

Spurningurin um at sjúkrahúsleiðslan gjørdi mismun á fólki var tikin upp í politisku skipanini sunnudagin, tá Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, boðaði frá grein 52 fyrispurningini til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann við heilsumálum.

Hann spurdi hvør orsøkin var og eisini hvør munurin á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni er, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test.

- Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið (frá Sjúkrahúsverkinum, red.) ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

13 Leygardagur 07. august 2021

Mæla til at koppseta børn hóast korona ikki vandamikið fyri tey

Men fyri at røkka floksórini upp á 80 prosent verða tey størru børnini nú eisini tikin við, siga heilsumyndugleikarnir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aldursbólkurin 12-15 ár er ikki í serligum vanda fyri at gerast hættisliga sjúkur av covid-19. Tað sigur covid-19 koppsetingarbólkurin í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Kortini er kunngerðin fyri koppseting móti koronu broytt soleiðis, at hon eisini fevnir um hendan aldursbólkin. Orsøkin er at Føroyar skulu røkka nógv umrødda flokkimmunitetinum.

- Tað er eitt sindur serstakt, at vit í hesum førinum viðmæla koppseting av einum aldursbólki, ikki fyri at verja hann sjálvan ímóti hættisligari sjúku, men fyri at verja alt samfelagið. Hinvegin vilja vit sjálvsagt tryggjað okkum, at vit ikki skaða hesi børnini við at koppseta tey, og har vísa royndir aðrastaðni, har tey hava koppsett henda aldursbólkin í eina tíð, at tað hevur gingið væl, og at næstan ongi hjáárin eru, sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum.

- Váðin er sera lítil læknafrøðiliga sæð samanborið við heilsuliga vinningin fyri alt fólkið. Tí hava vit givið okkara viðmæli, sigur barnalæknin.

Matematiskt ber tað bara til at koma upp um 80 prosent koppsett í Føroyum, um børn niður í 12 ára aldur eisini verða tikin við, og Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, vísir á, at tað harafturat altíð eru nøkur, sum ikki vilja lata seg koppseta.

Tað er farið at ganga heldur striltið við koppsetingini í Føroyum. Tey flestu, sum verða koppsett í hesum døgum verða koppsett fyri aðru ferð. 

Ikki tí tað ikki er nokk av koppingarevni, men tí føroyingar ikki bíleggja sær tíð til koppseting.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

14 Leygardagur 07. august 2021

Koppseta á Giljanesi í næstu viku

Skúlin á Giljanesi verður næsta mikudag karmur um koppsetingarstað. Hetta er eitt nýtt átak hjá kommunum har vestri saman við Sjúkrahúsverkinum

Skúlin á Giljanesi (Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin verður skjøtul settur á eina royndarverkætlan hjá kommunum í Vágum og Sjúkrahúsverkinum. Allir borgarar í Vágum verða tá bjóðaðir at lata seg koppseta móti covid-19 í Skúlanum á Giljanesi.

Í Vágum eru tað annars nógv tey flestu, sum longu hava latið seg koppseta. Heili 80 prosent hava fingið fyrra prikið og 67 seinna prik.

Men kommunurnar siga í tíðindaskrivi, at ynskið hjá teimum er at uppbyggja ein lokalan flokkimmunitet ímóti covid-19.

Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið, og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, hava eisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.

Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn 15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast.

Umframt hetta verður støkk-inn koppseting eisini. Tað verður millum klokkan 14 og 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

15 Leygardagur 07. august 2021

PKU-skráseting skal heim til Føroya

Blóðroyndir hjá nýføddum føroyskum børnum skulu takast heim, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í skjótt 40 ár eru blóðroyndir av at kalla øllum nýføddum føroyskum børnum goymdar á PKU-kortum í einum biobanka hjá Statens Serum Institut. Royndir at fáa tilfarið heim hava higartil verið til fánýtis, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum biðið danska heilsumálaráðharran um at taka málið upp.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, vil nú hava føroysku PKU-kortini, sum eru blóð-screeningar av nýføddum børnum, heim til Føroya at varðveita og at vera til taks at brúka í føroyskum granskingarhøpi. Í tí sambandinum hevur hann vent sær til danska starvsbróður sín, Magnus Heunicke, at biðja hann taka málið upp.

Síðan 1982 eru øll foreldur at nýføddum børnum í danska kongaríkinum spurd, um tey vilja, at ein sonevnd PKU-blóðroynd verður tikin av barninum at kanna, um barnið hevur ávísar álvarsamar sjúkur.

PKU-kortið er uppkallað eftir eini serstakari ílegusjúku, ið nevnist PKU (phenylketonuri) ella Føllings sjúka, men við blóðroyndini, sum verður tikin í hælinum á nýfødda barninum, verður eisini kannað fyri fleiri aðrar sjúkur.

Næstan øll foreldur siga ja til kanningina, og blóðroyndin verður síðan goymd og skrásett á einum PKU-korti. Síðan skrásetingin byrjaði, eru øll kortini, eisini tey føroysku, goymd í einum biobanka hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyska heilsuverkið hevur í fleiri ár roynt at fáa hetta tilfarið heim, men tað hevur higartil verið til fánýtis. Tí hevur landsstýrismaðurin nú gjørt av at taka málið upp á politiskum stigi.

- Hetta er tilfar, ið viðvíkur føroyskum borgarum, og tí eigur tað at verða varðveitt í Føroyum, so tað verður handfarið eftir føroyskum reglum eitt nú í sambandi við gransking. Eftir mínum tykki er tað sjálvsagt, at vit fáa hetta tilfarið heim, og eg havi eisini góðar vónir um, at tað skjótt fer at eydnast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

16 Leygardagur 07. august 2021

Lækking av prísum og avsláttarskipan fyri lastbilar, trailarar og tangabilar

Frá 1. august eru tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, og harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá 1. augus eru tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár, skrivar tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.

Hetta merkir, at gjaldið millum Eysturoynna og Streymoynna fer úr 400 krónur niður í 320 krónur, meðan gjaldið millum Strendur og Rókina fer úr 100 krónur til 96 krónur. Prísirnir eru treytaðir av, at ein hevur hald. Um ein ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 krónur.

Avsláttarskipan
Fyri størri brúkarar av tunlinum verður eisini veittur ein avsláttur, alt eftir hvussu nógv tunnilsgjaldkundin (løgfrøðiliga eindin) hevur goldið í tunnilsgjaldi fyri lastbilar, trailarar og tangabilar seinasta hálva árið.

Roknað verður frá 1. juli, og fyrstu ferð avslátturin verður roknaður, verður 31. desember.

Avslátturin verður veittur soleiðis:

  • fyri tunnilsgjald frá kr. 50.000 - 100.000, verður veittur avsláttur á 2%
  • fyri tunnilsgjald frá kr. 100.000 – 500.000, verður veittur avsláttur á 4%
  • fyri tunnilsgjald frá kr. 500.000 – 1.000.000, verður veittur avsláttur á 6%
  • fyri tunnilsgjald omanfyri 1.000.000, verður veittur avsláttur á 8%

Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð fram til og við 31. desember 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021

17 Leygardagur 07. august 2021

Eitt lítið vet færri bilar í juli

Hóast hægstu feriutíð koyrdu bara gott 30 færri bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin í juli í mun til undanfarna mánað

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast ferðslutølini enn ikki eru farin upp um tey í januar, tá ókeypis var at koyra ein triðing av mánaðinum, so tykist ferðslan í Eysturoyartunlinum at hava lagt seg í eina góða legu.

Í juli koyrdu 4531 bilar ígjøgnum tunnilin í miðal um dagin. Tað er eitt lítið vet færri bilar enn í juni tá 4.566 bilar í miðal koyrdu.

Januarmánaði er framvegis tann besti higartil hjá tunlinum, sum lat upp stutt fyri jól í fjør. Tað var ókeypis at koyra til 10. januar, og tað sæst aftur á tølunum. 4667 bilar koyrdu undir Tangafjørð í januarmánað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

18 Leygardagur 07. august 2021

Landsbankin: Føroyar fáa somu kredittmeting

Í juni 2021 hevði ratingfyritøkan Moody’s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og Landsbanka Føroya, og hósdagin gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina

  • at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði
  • at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er í 2021 3,3 milliardir krónur
  • at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av Covid-19, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini
  • at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

19 Leygardagur 07. august 2021

Fyrra hálvár royndist væl hjá BankNordik

Úrslitið fyri skatt gjørdist 192 milliónir krónur. Av hesum stava 90 milliónir frá søluni av danska virkseminum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrra hálvár hjá BankNordik var serliga merkt av søluni av danska virkseminum, ið varð endaliga avhendað í juni. Virksemið hjá samtakinum stóð seg væl á øllum marknaðum í tíðarskeiðinum.

Hálvársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri.

- Koronufarsóttin hevur ikki havt so álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri viðskiftafólkini, sum vit í fjør bóru ótta fyri. Arbeiðsloysið er lágt, vinnan stendur seg væl, og alsamt fleiri verða koppsett. Hóast ein ávís óvissa framvegis valdar, meta vit útlitini fyri restina av árinum vera góð, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Bankin hevur tó sett pening av til fíggjarlig tap, ið kunnu fara at vísa seg í kjalarvørrinum á farsóttini.

Danska virksemið endaliga avhendað
Í juni varð danska virksemið hjá BankNordik endaliga avhendað til Spar Nord, og samtakið rekur nú banka-, tryggingar-, pensjóns-, og ognarmeklaravirksemi í Føroyum umframt bankavirksemi í Grønlandi.

Tá ið BankNordik í 2010 víðkaði sítt virksemi til Danmarkar, kravdi hetta nógvan kapital, ið tá varð afturhildin frá partaeigarunum. Nú danska virksemið er selt, er tørvurin á kapitali minkaður samsvarandi, og bankin kann tí rinda partaeigarunum peningin aftur.

Sostatt ber sølan við sær, at 700 milliónir krónur eftir ætlan verða goldnar partaeigarunum næstu árini. Tað svarar til 73 krónur fyri hvørt partabrævið. Umleið 6.000 føroyingar eru í dag partaeigarar í BankNordik, og teir eiga tilsamans góð 60 prosent av bankanum.

Alsamt fleiri viðskiftafólk velja grønar loysnir
BankNordik leggur dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólkunum at velja grønar loysnir og bjóðar tí lán til elbil, grønar orkuskipanir og orkuvinarligar ábøtur á bústaðin við serliga lagaligari rentu. Á tann hátt kunnu viðskiftafólk velja burðardyggar loysnir til bústað og bil, ið bæði gagna umhvørvinum og pengapunginum.

Í mars byrjaði bankin at veita eitt nýtt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til bústaðir, ið verða hitaðir við varandi orku. Undirtøkan hevur verið góð, og higartil eru bústaðir fyri 120 milliónir krónur fíggjaðir við nýggja láninum. Øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við varandi orku, kunnu leggja vanliga bústaðarlánið um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eitt lægri lánsgjald.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 192 mió. kr. Av hesum stava 90 mió. kr. frá søluni av danska virkseminum
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 85 mió. kr. samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 23 mió. kr. samanborið við -2 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2020
  • Rakstrarúrslitið gjørdist 109 mió. kr. samanborið við 62 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Útlánini hækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 7,6 mia. kr.
  • Realkredittlánini hækkaðu úr 2,1 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020 til 2,5 mia. kr.
  • Bankin hevði 7,7 mia. kr. í innlánum samanborið við 7,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2020
  • Solvensurin hækkaði úr 24,0% sama tíðarskeið í 2020 til 31,3%
  • Bankin væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 190 og 220 mió. kr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

20 Leygardagur 07. august 2021

Avtala gjørd um grótið av Gomlurætt

Mánadagin varð avtala gjørd millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um náttarkoyringina av Gomlurætt, og um keyp av avlopsgróti frá Tunnilsfelagnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Avtalan er soljóðandi:

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ið varar av P/F Eystur- og Sandoyartunlar (Tunnilsfelagið) og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hava viðgjørt støðuna um koyring av gróti av Gomlurætt. Endamálið hevur verið at finna eina semju um koyringina til og av Gomlurætt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur virkað fyri, at semja er fingin við Tunnilsfelagið um at stegða koyring við gróti um náttina.

Partur av semjuni millum Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið er, at Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur gjørt avtalu um at keypa avlopsgrótið við Gomlurætt frá Tunnilsfelagnum og at avlopsgrótið verður brúkt í sambandi við komandi útbyggingar í kommununi.

Avtalan er treytað av, at Tórshavnar býráð tekur undir við henni og at Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, har grótgoymslan er løgd, nøkur ár fram.

So leingi sum kannað verður, um Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, og at býráðið tekur undir við avtaluni, steðgar Tunnilsfelagið við koyring av gróti um náttina millum 00:00 til 06:00 og sunnudagar millum 00:00 og 15:00

Í hesum tíðarskeiði tekur Tórshavnar kommuna fyribils verandi skelti niður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

21
Leygardagur 07. august 2021

Gevast fyri í ár: Hellutangi verður liggjandi

Fóðurflakin sum sleit á Víkum í illveðri í apríl verður liggjandi veturin av

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvar royndir eru gjørdar, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa fóðurflakan Hellutanga leysan. Fóðurflakin sleit á Víkum og fór á land í illveðri í apríl, og hevur ligið við Reipsáfoss síðani.

- Vit hava gjørt nógvar royndir, men eingin hevur gingið sum vit høvdu vónað, og nú hava vit tikið eitt “timeout” og fara at brúka tíðina til at hugsa um, hvørjir aðrir møguleikar kunnu troytast, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sum eigur flakan, við VP.

Roynt hevur verið at tetta skrokkin og fylla hann við luft, og síðani royna at toga hann leysan.

Atli Gregersen sigur við VP, at nógv tíð og orka er brúkt uppá Hellutanga í summar, og tað má ikki gloymast at Hiddenfjord eisini hevur nógvan alifisk í sjónum, sum skal passast.

Luna fekk fóðurflakan í apríl 2019. Hellutangi er 78 metrar langur og lastar 1.000 tons av alifóðri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

22
Leygardagur 07. august 2021

Ársins fyrsti kúlulaksur fingin í Trongisvágsósanum

Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, sum er í Føroyum og vitjar familju, ið lat kúlulaksin til Fiskaaling. Kúlulaksurin vigaði 1298 gramm og var 53 sentimetrar til longdar

 
SkrivaÐ:

Innsent

Marius Falkenstrøm fekk herfyri ein prúðan kúlulaks, tá hann var túr við tráðuni í Trongisvágsósanum. Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal, og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: Ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017.

Nú er aftur ólíka ár, og úr Noregi frættist um methøg tøl av kúlulaksum. Í mai boðaði Havstovan frá, at tey á fyrsta sinni høvdu fingið kúlulaks við havrannsóknarskipinum, og tí varð væntað, at kúlulaksur fór at fáast viđ tráðu í Føroyum í ár.

Tá ið tað í 2017 frættist, at sílaveiðifólk høvdu fingið metnógvar (fimm) kúlulaksar við tráðu í Føroyum, heitti Havbúnaðarfelagið á Fiskaaling um at kanna hetta.

Í 2019 vórðu tilsamans seks kúlulaksar fráboðaðir. Allir vóru kynsbúnir við sili ella rognum, og kynsbýtið var javnt, t.e. tríggir kallfiskar og tríggir kvennfiskar.

Eins og í 2019 var fyrsti kúlulaksurin í ár kallfiskur við sili. Í 2019 varð fyrsti kúlulaksurin fingin 22. juli í ósanum á Kaldbaksfirði, meðan tann fyrsti í ár varð fingin eina viku seinni, ólavsøkudag, í ósanum í Trongisvági.

Tað var 18 ára gamli Marius Falkenstrøm, sum er í Føroyum og vitjar familju, ið var so beinasamur at boða frá og lata kúlulaksin til Fiskaaling. Kúlulaksurin var á 1298 gramm og 53 sentimetrar til longdar.

Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum laksa- og sílafiskarum ella øðrum, sum hava fingið kúlulaks. Vitanin verður øll skrásett og viðgjørd, soleiðis at vit við tíðini kunnu fáa størri og betri vitan um kúlulaksastovnin í føroyskum sjóøki. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma.

Tíðindaskriv frá Fiskaaling

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

23
Leygardagur 07. august 2021

Borðoyarnes aftur á kalvaveiðu

Leiðin liggur yvir aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank

Kristian Mathisen, skipari á Borðoyarnesi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Borðoyarnes er farið aftur til leiðirnar við Flemish Cap og Grand Bank at fiska hvítkalva.

- Vit vóru har yviri fyrr í ár og fiskiskapurin var brúkiligur. Avbjóðingin var tá at sleppa av við fiskin, sum vit landaðu í Bay Roberts. Nú vóna vit, at søluliðið verður betur og harvið raksturin, sigur Kristian Mathisen, skiparin á Borðoyarnesi.

- Vit ísa kalvan, og tað eru góð tvey samdøgur at sigla inn at landa, so fiskitíðin er avmarkað.

Nakað av tíð fer til sigling, so tað skal vera nakað av fiskiskapi, fyri at tað loysir seg, og tað vóna vit, sigur Kristian.

Síðstu vikurnar hevur Borðoyarnes verið á sleipistøð í Klaksvík, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

24
Leygardagur 07. august 2021

Væl av toski, men tvær støddir mangla

Hetta er ein av teimum frægu túrunum í ár og eg haldi tað sær dámligari út nú enn fyrr í ár, sigur skiparin umborð á trolbátinum Jens Leon

Johan Djurhuus til høgru (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit hava roynt vestanfyri í átta dagar og hava 450 kassar. Umleið helvtin er toskur, so tað er ein rímuliga góður túrur, sigur Johan Djurhuus, skipari á trolbátinum Jens Leon.

- Hetta er ein av teimum frægu túrunum í ár og eg haldi tað sær dámligari út nú enn fyrr í ár. Síðsta túr fingu vit eisini nakað av toski og hann var feitur og hevði væl av hvítingsbróðri í maganum, men nærum onga nebbasild, sigur hann.

- Tað hevur púra ongin toskur verið at fingi í ár, men nú er hann aftur og hann er feitur. Kortini haldi eg tað mangla tvær støddir av toski. Vit fáa stóran tosk og so stødd fýra. Stødd tvey og trý er burtur, men onkur útróðrarmaður segði, hann var inni á Vestmanna, sigur Johan skemtandi.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Árið higartil er vánaligt til fiskiskap og so viðraði tað illa í vár, tí tað var nógv høgætt. So vónandi verður seinna hálvár gott. Hesaferð fingu vit eisini góðan prís, so túrurin gjørdist góður, sigur Johan Djurhuus.

Fýra mans eru við Jens Leon, sum landaði á Toftum í gjár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

25
Leygardagur 07. august 2021

Makrelurin longur norðuri enn undanfarin ár

Makrelkanningarnar hjá Jákup Sverra eru lidnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta yvirlitstroling eftir makreli við Jákupi Sverra var liðug beint fyri ólavsøku. Fyribilsúrslitini benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár.

Tað sær eisini út til, at útbreiðslan av makreli er meira ójøvn í ár í mun til í fjør. Tó at einans 60 fjórðingar eru millum regluligu hálini, so var stórur munur á makrelnøgdini frá einum háli til annað.

Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark og Íslandi. Grønland var ikki við í ár.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um samlaðu nøgdina av makreli. Tølini frá øllum luttakandi skipunum verða tald saman og eitt vísital roknað út, sum so verður partur av stovnsmetingini síðst í august.

Silda- og svartkjaftastovnarnir verða eisini kannaðir á hesum túrunum, og úrslitini verða gjørd upp seinni í august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

26 Leygardagur 07. august 2021

Bátastevnan eisini avlýst

Bátastevnan í Vestmanna, sum fyrst skuldi vera í fjør, men síðani síðst í august í ár, er nú eisini avlýst. Óvissan um koronu og almennu tilmælini gera, at teir hava valt at avlýsa

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Óvissan um koronusmittuna og almennu tilmælini gera, at Bátastevnan, sum skuldi vera 27. og 28. august er avlýst.

Hesum boðaðu fyrireikararnir frá leygardagin.

- Tað er enn sera ivasamt, um tað ber til at savna stórar fólkamongdir síðst í august, og óvissan ger, at fyriskiparnir nú hava valt at avlýsa Bátastevnuna, verður sagt.

Bátastevnan 2022 verður 26. - 28. mai og atgongumerki, ið vóru keypt til Bátastevnuna 2020 kunnu nýtast tá.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

27 Leygardagur 07. august 2021

Fyrsta útlendska parið vígt í Sunda kommunu

Radka og Miroslav vóru komin til Føroya at ferðast – tað var 23 ára gamli varaborgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, sum vígdi parið

(Mynd: Sunda kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin var vígsla á skránni við Gjógv, har Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu, vígdi kekkiska parið, Radka og Miroslav.

Sambært Sunda kommunu eru Radka og Miroslav, sum vóru komin til Føroya at ferðast, fyrsta útlendska parið, sum er vígt í kommununi.

Samstundis var hetta eisini fyrsta uppgávan hjá Eyðsteini Zachariasen sum varaborgarstjóri.

– Eyðstein er bert 23 ára gamal og vænta vit, at hann er yngsti persónur nakrantíð, ið hevur vígt eitt par í Føroyum, skrivar kommunan.

Fleiri myndir frá vígsluni síggjast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

28 Leygardagur 07. august 2021

Viðarlund inni í Dølum nærkast

Nú vantar bara endaliga loyvið frá Yvirfriðingarnevndini

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Nú vantar bara loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, so skuldi verið klárt at byrja at hegna. Vónandi hoyra vit skjótt frá teimum, so vit kundu fingið sett stikið upp og møguliga sett nøkur trø niður, áðrenn ov langt er útliðið í ár”.

Soleiðis skriva tey fýra, Anni, Janus og Leivur, sum øll eita Sørensen og Bergur Viderø á afturlatna bólkinum á Facebook, ið kallast 'Viðingar á Facebook'.

Tey fýra sita í einum arbeiðsbólki, sum í eina tíð hevur arbeitt við at gera eina viðarlund inni í Dølum sunnan fyri Viðareiði, har sum nýggi tunnilin til Viðareiðis munnar út.

Talan er um eitt øki á tveir hektarar, ið er staðsett millum Dalá og landsvegin, oman móti Tvørdalsá.

Tey fýra skriva soleiðis:

- Hugsanin er, at ein áhugabólkur skal standa sum ábyrgdarhavandi leigari millum festaran, Tummas Thomassen, og kommununa. Bakkafrost hevur latið hegnið, og vilja teir eisini fíggja keypið av trøum og runnum v. m., men arbeiðið við at hegna, planta, gera gøtur v. m. verður alt gjørt sjálvboðið, og taka vónandi mong undir við at geva eina hjálpandi hond, tá klárt verður at byrja.

Lagt verður afturat, at Náttúrufriðingarnevndin fyri Norðoya Sýslu, umboð fyri Búnaðarstovuna og Skógfriðingarnevndina hava verið á staðnum, og at tey halda hetta vera eitt sera gott tiltak at fara í holt við.

- Skógrøkt Landsins er sera jalig, og tað skal ikki standa á frá teirra síðu við ráðgeving um, hvat og hvussu er best at gróðurseta, skrivar arbeiðsbólkurin.

- Kommunan setti seinasta heyst ein arbeiðsbólk, við okkum fýra undirritaðu, at arbeiða við at fyrireika at fáa økið til vega, gera avtalu við festaran Tummas Thomassen, fund við Bakkafrost, samskift við kommununa v. m., og hava allir partir verið stak positivir at samstarva við. Vónanandi taka øll væl undir við hesi ætlan, sum vónandi um nøkur ár verður eitt fríøki til gagn og gleði fyri mong, og ikki minst fyri fuglalívið í økinum. 

[object Object]
(Mynd: Pól Sundskarð)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

29 Leygardagur 07. august 2021

Almenn stuðulsrenning í miðbýnum í Havn í dag

RAG-stuðulsrenningin (Race and Give) verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hetta vikuskiftið verður stóra almenna stuðulsrenningin RAG (Race and Give) í miðbýnum í Havn.

Talan er um eitt tiltak, sum verður fyriskipað í sambandi við TeenStreet, sum í ár m.a. er á Argjum.

Á RAG-stuðulsrenningini verður runnið, gingið og trillað fyri at stuðla einum góðum endamáli. Rennarar eru vælkomnir at vera í festligum klæðum, ella klæða seg út, og ymisk landafløgg eru eisini vælkomin, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður í dag frá klokkan 14 til 16. Hitað verður upp klokkan 13.45, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setur tiltakið klokkan 13.55.

Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er ein kilometur.

[object Object]

Umframt renningina, verður ymiskt á skránni, og vóna fyrireikararnir, at nógv leita sær oman í býin at renna, ganga, ella hyggja og heppa. Við trappuna í Vágsbotni verður pallur settur upp, altjóða lovsangsorkestrið á Teenstreet spælir, og VSJ verður DJ og diskar upp við upbeat tónleiki. Frásøgumaður heppar á rennararnar, skriva fyriskiparar.

Á Ebenezer-trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini.

Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa eina pylsu. Eisini verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum.

Umframt tey 300 frá TeenStreet-leguni, kunnu onnur eisini renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við, og onnur rennifeløg eru eisini meira enn vælkomin at renna við, siga fyriskiparar. Nevnt verður eitt nú, at onkur rennari ætlar at renna hálvt marathon uppá tveir tímar, so brúk er fyri øllum kreftum at heppa.

Luttakararnir á TeenStreet-leguni finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla – annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. ein km long, og onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað við flyta pengar á eitt kontomummar, sum verður upplýst á stóra pallinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

30 Leygardagur 07. august 2021

Rudda Føroyar setir sjóneykuna á dálking av sigarettstubbum

Í hesum døgum eru stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Felagsskapurin Rudda Føroyar hevur síðan 2017 samskipað altjóða ruddingardagin vegna Føroyar í september á hvørjum ári, og hesi árini hevur felagsskapurin savnað fólkið um at rudda heili 65 tons av burturkasti upp úr náttúruni.

Rudda Føroyar arbeiðir í løtuni við nýggjum átaki, sum skal minka um dálkingina av sigarettstubbum í býi og náttúru. Kanningar vísa, at í heimshøpi verða 4,5 trilliónir sigarettstubbar tveittir í náttúruna - tað eru so stórar mongdir, at tað er ovast á listanum yvir teimum 10 ymisku sløgunum av burturkasti, sum verða mest tveitt í náttúruna.

Eisini í Føroyum liggja sigarettstubbar í túsundavís í náttúruni og á vegunum. Hetta vil Rudda Føroyar broyta. Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru. Hetta verður gjørt við eini kunnandi lýsingaherferð og við at seta gjøgnumskygd stubbarør upp ymsastaðni í Havnini í summar.

- Sigarettstubbar eru sera dálkandi fyri umhvørvið. Tað, sum nógv ikki vita, er, at filtrið á eini sigarett m.a. er gjørt úr plasti, so tá stubbin endar í t.d. haganum, verður hann til mikroplast. Harafturat tekur tað umleið 15 ár, áðrenn ein stubbi er niðurbrotin, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar.

Rudda Føroyar vónar við hesum átaki at fremja eina hugburðsbroyting hjá fólki. Í fyrstu atløgu fer átakið fram í Tórshavnar kommunu. Rudda Føroyar fekk í mai mánaði umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til átakið.

Frá viku 30 og nakrar vikur fram verða stór, gjøgnumskygd stubbarør at síggja ymsastaðni í Havnini fyri at fáa fólk at hugsa um, hvar tey tveita sigarettstubban. Eisini eru ókeypis lummaøskubikør tøk hesi støðini: Sirkus, Eta, Paname, Sentrum og Essabarr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

31 Leygardagur 07. august 2021

Kolaðist upp tí hann stóð ov nær

Ein bussur sum kolaðist upp 14. juli stóð ov nær einum træbjálka

(Mynd: Dávið Hentze)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá oljufýringin fýr í gongd, kom heit luft úr útstoytinum. Hon gjørdi, at bussur kolaðist upp á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík 14. juli.

Tað vísa brandteknisku kanningarnar sum eru gjørdar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd, við útvarpið.

[object Object](Mynd: Dávið Hentze)

Bussurin varð bakkaður tætt upp ímóti einum skráa og einum træbjálka. Luftin sum varð blást úr útstoytinum út var 300 hitastig, og av tí sama savnaði hitin seg saman og festi í træbjálkan, og sum síðani hevði við sær at eldur kom í bussin.

Einki fólk var við bussin, sum stóð parkeraður á einum óbygdum øki við Karlamagnusarbreyt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

32 Leygardagur 07. august 2021

Menningarnóttin í Reykjavík avlýst

Samstundis er stóra maratonrenningin í íslendska høvuðsstaðnum útsett í ein mánaða

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Reykjavíkarbýur hevur avlýst sína siðbundnu mentanarnátt ella ‘menningarnótt’, orsaka av korona, og serliga smittandi delta-frábrigdinum, ið serliga rakar børn og tannáringar.

Tað boðaði býarstýrið í Reykjavík frá í vikuni.

Hetta er annað árið á rað at mentanarnáttin, ið skuldi verið hildin 21. august í ár verður avlýst orsaka av korona. Mentanarnáttin í Reykjavík verður altíð hildin fyrsta leygardag eftir 18. august, sum er ‘føðingardagur’ Reykjavíkar. Vanliga vitja yvir 100.000 fólk býin hetta kvøldið.

Samstundis boðaði Íþróttabandalag Reykjavíkur eisini, at tað heldur ikki verður nakað Reykjavík Marathon í sambandi við mentanarnóttina.

Marathon renningin er ístaðin útsett í ein mánaða til 18. september. Rennikappingin verður í ár skiðað soleiðis, at rennararnir verða sendir avstað í bólkum á 500, og at mál og startur verður á ymsum støðum fyri at tað ikki skulu vera so nógv fólk savnað á sama stað.

Umleið 2.000 útlendingar hava meldað seg til Reykjavík Marathon í ár. Frímann Ferdinansson, formaður fyri ítróttarráðnum í Reykjavík sigur við Morgublaðið, at teir rennarar, ið hava meldað seg til, og ikki kunnu vera við í september, kunnu koma næsta ár ístaðin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

33 Leygardagur 07. august 2021

Shellstjóri: Leiðirnar eystan fyri Føroyar týðandi leiklut fyri oljuframtíð

Tað hevur stóran týdning at halda fram við og útbyggja oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland til tess  at kunna nøkta tørvin á olju og gassi hjá Bretlandi í framtíðini sigur Shell stjórin

Í løtuni er rættiligt orðaskifti í bretskum miðlum, antin nýggjar olju- og gassútbyggingar, eitt nú eystan fyri Føroyar, skulu fáa grønt ljós ella ikki.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hesa seinastu tíðina hevur í Bretlandi av álvara verið varpað ljós á oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Umhvørvisfelagsskapir og politikarar í Bretlandi vilja steðga øllum framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland - nærum í stundini.

Hetta hendir um somu tíð sum oljufeløg royna at fáa grønt ljós til nýggjar útbyggingar í hesum økjum, sum hava til endamál at kunna nøkta eftirspurningin eftir olju og gassi í Bretlandi í mong tíggjutals ár aftrat.

[object Object]

Mitt í hesum brennideplinum av einum almennum kjaki er serstakliga ein komandi útbygging av eini olju- og gasskeldu, nevniliga Cambo, sum liggur tætt við føroyska markið.

Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell hava søkt um loyvi at útbyggja kelduna til framleiðslu og bíða tey nú eftir hesi góðkenning frá bretskum myndugleikum. Umsóknin  hevur fingið umhvørvisfelagsskapir og onnur at krevja av bretskum myndugleikum, at teir vísa umsóknina frá sær, við tí grundgeving, at hon gongur ímóti royndunum at steðga veðurlagsbroytingunum serstakliga nú undan komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í november. 

Vinnan og myndugleikar gjørt avtalu
Umboð fyri vinnuna hava víst aftur, at útbyggingin gongur ímóti veðurlagspolitikkinum hjá stjórnini. Og her gongur forkvinnan í bretska oljuvinnufelagsskapinum Oil and Gas UK, Deirdre Michie, á odda.

Hon hevur í kunning til almenningin aftur og aftur  víst á, at Bretlandi tørvar olju og gass í mongu tíggjutals ár aftrat og heldur enn at skula innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum als einki eftirlit ella mál hava við CO2 útláti, eigur Bretland sjálvt at standa fyri framleiðsluni til egna nýtslu. Og henda framleiðsla fer at koma frá Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland.

Vinnan vísir á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar um saman at minka um CO2 útlátið, tann sonevnda North Sea Transition Deal. Sambært hesi bindur oljuvinnan seg til at gera sítt til at virka fyri eini gongd at røkka einum null-útláti í 2050. Sambært forkvinnuni í OGUK, so hava oljufeløg, sum skulu undir útbyggingar eitt nú eystan fyri Føroyar, tikið við í sínar ætlanir møguleikan fyri at reka komandi pallar við streymi frá varandi orkukeldum, tá hesin verður tøkur einaferð komandi árini.

Umhvørvisfólk hart ímóti útbygging
Eftir at bæði umboð fyri umhvørvisfelagsskapir og politiskar  flokkar so sum Grøna flokkin í Skotlandi,  hava funnist harðliga at ætlanunum at góðkenna nýggjar útbyggingar, hevur eitt nú stjórin i Shell úttalað, at framtíðar útbyggingar av oljukeldum í Norðsjónum eru neyðugar umframt at tær  hava eisini til endamál at geva sítt ískast til eina menning av varandi orkuloysnum.

Eins og forkvinnan fyri alla oljuvinnuna í Bretlandi heldur Ben van Beurden, Shell-stjóri, at tað gevur onga meining at forða fyri neyðugum útbyggingum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, tá eftirspurningurin eftir olju og gassi í Bretlandi verður veruleiki í mong mong ár aftrat. Tað, sum tá fer at henda, er, at Bretland noyðist at innflyta olju úr londum, sum als einki eftirlit yvirhøvur hava við framleiðsluni ella taka atlit til CO2 útlátið.

[object Object]

Cambo, sum stríð er um í løtuni, er tann oljukeldan, sum liggur tættast við føroyska markið. Eisini Rosebank fyri norðan liggur nær við markið. 

Stjórin í Shell sigur víðari, at tað tí hevur stóran týdning, at oljufeløg sleppa at halda fram við framleiðsluni í Norðsjónum heldur enn, at Bretland skal verða tvungið til at innflyta olju og gass úr øðrum londum. Víst verður eisini á, at inntøkur frá oljuvirkseminum eru við til at fremja íløgur í grønar loysnir so sum innan vind og sólorku, fangan og goyming av CO2 og menning av øðrum orkutættum so sum vetni. Eisini verður víst á, at slík gongd hevur stóran týdning fyri at varðveita 100.000 tals størv innan orkuvinnuna. 

Umhvørvisfólk og umboð fyri politiskar flokkar so sum tey grønu og nú eisini Labourflokkin vilja vera við, at grundgevingarnar hjá vinnuni eru einki annað enn undanførsla og skálkaskjól og hava tey als onga tiltrúgv til, at grønu umskiftisætlaninar hjá vinnuni fara at hjálpa veðurlagnum. Tey halda, at einasta rætta er at steðga øllum oljuvirksemi. 

Støðan í Danmark og Norra
Taka vit grannalondini Danmark og Norra, so sær lutvíst nógv øðrvísi út har. Hóast Danmark hevur avgjørt at steðga nýggjari oljuleiting, so hevur landið tó avgjørt, at oljuframleiðsla kann halda fram í nærum 30 ár aftrat, heilt fram til ár 2050. Hvat oljuleitingini viðvíkur, so vilja serkøn vera við, at her er talan um eina meira symbolska avgerð, tí eftir 50 ára leiting og framleiðslu, eru neyvan nógv nýggj øki at leita eftir í. Kortini loyva danir oljufeløgum, sum í dag arbeiða á danska landgrunninum, framhaldandi  at leita eftir nýggjum goymslum nærhendis teirra verandi framleiðslum.

Í samrøðu við bretska blaðið The Guardian eftir donsku avgerðina at halda fram at framleiða til 2050, staðfesti  Dan Jørgensen, orku- og umhvørvisráðharri, at danska vælferðarsamfelagið í stóran mun byggir á framleiðsluna av olju og gassi seinastu fimti árini, og at henda gongdin fer at halda fram.

Í Norra er øðrvísi. Har ganga bæði stjórnin og andstøðan inn fyri at halda fram við nýggjari leiting, nýggjum útbyggingum og at halda fram við verandi framleiðslum. Um somu tíð liggja oljufeløg, sum eru virkin á norska landgrunninum, sera frammaliga, tá talan er um at brúka pengar og orku uppá at menna alternativar orkumøguleikar. Og her er tað fyrst og fremst orkufelagið Equinor, sum gongur á odda.

Nú verður so áhugavert at fylgja gongdini í Bretlandi, har serstakliga tey, sum ganga inn fyri her og nú at steðga øllum nýggjum oljuvirksemi, gera vart við seg, meðan vinnan av øllum alvi roynir at verja seg og tey meira enn 100.000 arbeiðsplássini í serstakliga Skotlandi.

[object Object]

So tætt við markið liggur risastóra Cambo oljukeldan. Verður grønt ljós givið til útbygging, so verður ein týðandi infrastrukturur mentur í føroyska umhvørvinum, ið kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu her. Í verkætlanini fyri Cambo er umframt framleiðsluskip til oljuna, eisini gassleiðing til Hetlands.

Eisini avleiðingar fyri Føroyar
Hvør avgerð enn verður tikin um Cambo-útbyggingina beint eystan fyri føroyska markið, so fer hon so ella so at ávirka støðuna hjá Føroyum í framtíðar oljuhøpi. Føroyskir politikarar hava jú tikið undir við, at útlendsk oljufeløg kunnu leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.

Hóast eingin umsókn er komin í fleiri ár, so veit Oljuportalurin, at oljufeløg, sum arbeiða beint hinumegin markið, hyggja eisini eftir føroysku undirgrundini.

Millum hesi feløg eru tey, sum standa fyri ætlaðu útbyggingini av Cambo oljukelduni við markið. Tey bíða nú eftir endaligu góðkenningini. Og gongur hon teimum á møti, sum mangt bendir á, tá verður fyrsta stigið tikið til eina framleiðslu og harvið eisini infrastruktur, sum liggur so nær við Føroyar, sum hugsast kann. Eitt undirstøðukervið á hesi leiðini so nær Føroyum kann fáa alstóran týdning fyri útvinnan av olju og gassi frá møguligum fundum føroysku megin markið.

Hinvegin – um Cambo ikki verður góðkent, so kann tað koma at merkja eitt endaligt punktum fyri føroyska oljuleiting. Tí um oljufeløgini, sum hava brúkt nógva orku uppá at menna verkætlanir til útbygging beint hinumegin markið, ikki sleppa at útbyggja fund, sum longu eru gjørd og sum entá eru risastór, tá fara hesi og onnur oljufeløg, neyvan at síggja nakra framtíð í leiting føroysku megin markið heldur.

So ein kann gott ímynda sær ta niðurstøðu, at føroysk framtíðar oljuleiting og oljuvirksemi nú liggur í hondunum hjá bretskum myndugleikum, sum skulu koyra fingurin upp ella niður fyri útbyggingini av Cambo. Og fær Cambo grønt ljós ein av komandi døgunum ella vikunum, so fer tað væl eisini at merkja, at aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Rosebank og Clair South, fara at  fáa neyðugu loyvini at byggja út.

Hinvegin – verður Cambo koldømt, so merkir tað væl, at tað sama fer at henda við øðrum útbyggingum í sama øki.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

34 Leygardagur 07. august 2021

Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina framleiðir streym á netið

Sjóvarfallsstøð í Orknoyggjunum framleiðir nú streym inn á netið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í meira enn 15 ár hava verið gjørdar royndir við sjóvarfallsorku í Orknoyggjunum. Loksins er “Heimsins máttmiklasta sjóvarfallsturbina”, sum hon verður nevnd, farin at framleiða streym inn á  elnetið í Orknoyggjunum.

Talan er um O2 turbinuna, sum Orbital Marine Power hevur ment. Tann 74 metrar stóra turbinan er fest í akker í Fall of Warness og bundin í netið á “European Marine Energy Center, umvegis ein sjókaðal. Hetta skrivar Energy Voice.

[object Object]

Turbinan er uppá 2 mega-watt, og fer hon at framleiða streym komandi 15 árini svarandi til nýtsluna hjá 2.000 húsarhaldum. 02 fer eisini at veita orku til eina støð í landi, sum framleiðir grønt vetni.

Andrew Scott, stjóri sigur, at hetta er ein týðandi varði fyri 02 verkætlanina og takkar hann bæði Orbital og veitingarvinnuni fyri at hava avrikað eitt sera væleydnað arbeiði.

“Okkara vón er, at henda ætlan kann vera við til at fáa onnur kring heimin at taka undir við útbygging av sjóvarfallsorku, sum kann vera við til at steðga verðurlagsbroytingunum."

Turbinan er gjørd í Dundee, og verður roknað við, at kostnaðurin, sohvørt turbinan verður ment og umbiðin, kann minka munandi. Nú verður farið at byggja størri eindir, sum tá kunnu setast upp ymsa staðni í Bretlandi.

Ráðharrin fyri varandi orku í Skotlandi sigur, at hetta er ein stórur dagur fyri Skotland, sum við hesi verkætlan hevur lagt seg á odda við sjóvarfallsorku.

Eisini í Føroyum verða royndir gjørdar við sjóvarfallsorku. Tað er ein svensk fyritøka, sum saman við SEV ger royndir í Vestmannasundi.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

35
Leygardagur 07. august 2021

ILA-virus í norsku alivinnuni

Herviliga laksasjúkan er mest útbreidd í teimum norðastu landslutunum

ILA-sjúkur laksur. Ljósar toknur og myrk livur eru eyðkenni fyri sjúkuna (Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aftur í ár stríðist partur av norsku alivinnuni við herviligu ILA-laksasmittuni. Í teimum trimum norðastu fylkjunum er smittan staðfest í 17 alibrúkum tilsamans, meðan trý brúk á Vestlandet eisini eru rakt, skrivar NRK við Fiskeridirektoratet sum keldu.

Nú verður ávarað um, at árið í ár kann gerast verri enn 2020 hvat ILA-sjúkuni viðvíkur.

ILA-virus finst í tveimum frábrigdum – annað er skaðiligt, og hitt ikki, sigur Bjørn Olav Kvamme frá Havforskningsinstituttet við NRK.

- Tað skaðaleysa frábrigdið er lutfalsliga vanligt, og finst í fleiri alibrúkum. Og so kann tað – av ókendum orsøkum, gerast til tað skaðiliga frábrigdið. Tað er orsøkin til, at ILA kann koma fyri rættiliga tilvildarliga í øllum Noregi, sigur hann.

Smittan kann spjaða seg millum alibrúk, antin gjøgnum fisk, ið er sloppin, ella umvegis fólk og útgerð, sum ber virusið.

- Vit síggja, at samband millum alibrúk, eitt nú bátar, manning og útgerð kann vera við at føra smittuna víðari, sigur Are Tømmersberg Sletta, deildarleiðari í Mattilsynet.

Tað er Mattilsynet, sum stendur fyri at niðurberja smittuna í Noregi. Men enn hava tey ikki staðfest, hvussu smittan er komin.

ILA kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey alibrúk, ið verða rakt, greiðir Line Ellingsen, stjóri í Ellingsen Seafood frá.

Felagið hevur fingið staðfest ILA í einum aliringi í Tjelsund í Troms. Harvið má allur fiskurin í alibrúkinum slaktast, hóast tað bert er funnin smitta í tí eina ringinum.

Ikki bara hevur fiskurin ikki fingið ta stødd, hann skuldi hava áðrenn hann verður slaktaður. Men tað er heldur ikki marknaður fyri laksi, sum kemur frá alibrúki, har ILA er staðfest, hóast hesin als ikki er til vanda fyri fólk, upplýsir Ellingsen fyri NRK.

Hetta er t.d. galdandi fyri kinesiska og avstralska marknaðin.

Enn vita tey ikki hvussu umfatandi ILA-smittan í Noregi kann gerast í hesum umfari, skrivar NRK. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

36 Leygardagur 07. august 2021

Skulu útflýggja skattaskjølini hjá Trump

Amerikanska løgmálaráðið hevur givið skattavaldinum boð um at útflýggja skjølini

Seinastu árini hevur verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men tað hevur Trump ikki gjørt (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag gav amerikanska løgmálaráðið amerikanska skattavaldið boð um at útflýggja skattaskjølini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Talan er um skjøl, sum skattanevndin í umboðsmannatinginum hevur roynt at fingið hendur á síðan 2019. Løgmálaráðið staðfestir, at nevndin hevur rætt at síggja skjølini, sum snúgva seg um eitt seks ára tíðarskeið.

Nevndin hevur illgruna um, at Trump hevur snýtt við sínum skattaskjølum, skrivar Ritzau.

Demokratiska forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, sigur, at málið um sjálvuppgávuna hjá Trump snýr seg um trygdina hjá USA.

– Amerikanska fólkið hevur uppiborið at fáa fakta um hansara ørkymlandi áhugamálsstríð og hansara undanmáan av trygd og fólkaræði, sigur hon.

Seinastu mongu árini hevur tað annars verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men Trump gjørdist eitt undantak.

Blaðið New York Times hevur annars áður endurgivið nøkur av skattaskjølunum hjá Trump, har tað framgongur, at hann í fleiri ár rindaði nærum ongan landsskatt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. juli 2021

37 Leygardagur 07. august 2021

Trump bað amerikanska løgmálaráðið um at ógilda forsetavalið

27. desember – fáar vikur áðrenn Joe Biden formliga gjørdist forseti – ringdi fráfarandi forsetin, Donald Trump, til táverandi løgmálaráðharran fyri at fáa hann at ógilda valið

– Bara sig, at valið er ógildað, so klári eg restina, skal Trump hava sagt í telefonsamrøðu við løgmálaráðharran í desember (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump royndi at leggja trýst á fólk í amerikanska løgmálaráðnum fyri at fáa forsetavalið í 2020, har hann tapti til núverandi forsetan, Joe Biden, ógildað. Hetta hóast eingi prógv vóru funnin um valsvik, sum Trump annars vildi vera við var orsøkin til tapið.

Tað vísa skjøl, sum New York Times hevur fingið hendur á.

Hetta hendi 27. desember, fáar vikur áðrenn Joe Biden formliga tók við sum forseti.

Tá ringdi fráfarandi forsetin til táverandi løgmálaráðharran, Jeffrey A. Rosen og vararáðharra hansara, Richard P. Donoghue.

Telefonsamrøðan snúði seg um uppáhaldið um valsvik, sum løgmálaráðið hevði víst aftur, og tá vísti vararáðharrin á, at løgmálaráðið ikki hevði valdið til at broyta eitt valúrslit. Til hetta svaraði Trump bert, at tey bara skuldu siga, at valið var ógildað, og so skuldi hann taka sær av restini, skrivar Ritzau.

Skjølini hevur løgmálaráðið latið einari nevnd í Kongressini, sum kannar royndina hjá Trump at broyta valúrslitið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021

38 Leygardagur 07. august 2021

Obama avlýsti føðingardagshald

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fylti seksti í vikuni

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, fylti seksti ár mikudagin 4. august. Men hann mátti í vikuni avlýsa stóra føðingardagshaldið, ið skuldi havt verið í dag.

Tað upplýsir ein talskvinna fyri Barack Obama fyri New York Times.

- Orsaka av delta-frábrigdinum seinastu vikurnar, hevur forsetin (amerikanskir forsetar verða nevndir ‘forseti’ restina av lívinum, -red.) og frú Obama gjørt av at skerja tiltakið so nógv, at tað bert vera familja og nærir vinir við til føðingardagin, sigur hon við blaðið.

Fleiri funnust at, at Obama hevði bjóðað fleiri hundrað gestum til runda føðingardag sín.

Eftir ætlan skuldi føðingardagurin haldast á oynni Martha’s Vineyard við strond Massachussetts’, har Obama-familjan hevur eina ogn.

Sambært miðlinum Axios er talið av smittaðum í Massachusetts vaksandi, eins og í fleiri øðrum amerikanskum statum, og tað er serliga tað meira smittandi delta-frábrigdið, sum órógvar heilsumyndugleikarnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

39 Leygardagur 07. august 2021

– Hetta er syrgiligt og ørkymlandi

Sjónleikarakvinnan Scarlett Johansson hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot, og nú svarar Disney aftur

Scarlett Johansson spælir Natasha Romanoff/Black Widow í Marvel-superhetjufilmunum hjá Disney (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri kom fram, at 36 ára gamla sjónleikarakvinnan, Scarlett Johansson, hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot.

Orsøkin er, at Disney valdi at gera filmin "Black Widow", har hon spælir høvuðsleiklutin, tøkan á stroymingartænastuni Disney+ samstundis sum hann byrjaði at ganga í biografunum 9. juli.

Hetta merkir, sambært Scarlett Johansson, at hon fer at missa eina rúgvu av pengum, av tí at løn hennara er tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografinum.

Sambært Wall Street Journal kann hetta kosta Scarlett Johansson yvir 300 milliónir krónur - 50 milliónir dollarar.

Disney hevur higartil bert víst aftur, at hald er í hesum málinum, men nú svarar fyritøkan aftur.

Talsfólk hjá Disney kallar málið syrgiligt og ørkymlandi, og sigur, sambært B.T., at tað er kensluleyst at seta til viks ta ræðuligu ávirkanina, sum koronafarsóttin hevur havt.

Disney hevur ikki brotið sáttmálan, sigur talsfólkið, sum leggur afturat, at Scarlett Johansson longu hevur fingið 20 milliónir dollarar (125 milliónir krónur) fyri hennara arbeiði á "Black Widow", og við at hava filmin á Disney+ hevur hon møguleika at forvinna uppaftur meira.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021

40 Leygardagur 07. august 2021

Amazon fær risastóra bót

Amazon skal gjalda 746 milliónir evrur – 5,5 milliardir krónur – fyri brot á dátuverndarreglurnar hjá ES

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nethandilsrisin Amazon hevur fingið eina bót á 746 milliónir evrur (5,5 milliardir krónur) fyri at bróta dátuverndarreglurnar hjá ES, upplýsir felagið sambært miðlinum Bloomberg.

Evropeiska systurfelagið hjá Amazon hoyrir heima í Luksemborg, og er tað myndugleikin fyri dátuvernd í Luksemborg, sum gav Amazon bótina 16. juli. Talan er um størstu bótina, sum er ásett í ES í sambandi við misnýtslu av brúkaraupplýsingum.

Amazon heldur tó ikki, at har er nøkur saklig grundgeving fyri at geva hesa bótina, tí fyritøkan hevur ikki framt nakað brot á reglurnar. Amazon fer at brúka nógva orku uppá at verja seg, verður sagt, og eisini vísir fyritøkan á, at talan í øllum førum er um eina órímiliga stóra upphædd.

Sambært Ritzau verður ikki upplýst, júst hvussu Amazon skal eitast at hava brotið reglurnar.

Sambært ES-reglum, skulu fyritøkur frammanundan hava samtykki frá kundunum, áðrenn tey brúka teirra upplýsingar, annars kunnu tær vænta sær eina stóra bót á upp til fýra prosent av árligu søluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021

41 Leygardagur 07. august 2021

Danskur prestur dømdur fyri dráp

Drap konu sína og ætlaði at beina fyri henni við sýru

(Mynd: Nordsjællands Politi)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

45 ára gamli dansk sóknarpresturin, Thomas Gotthard, varð týsdagin dømdur 15 ára fongsul fyri at drepa konu sínu og at royna at beina fyri líkinum við sýru.

Hann hevur givið rættinum sína frágreiðina á einum afturlatnum rættarfundi, og týsdagin varð henda frágreiðingin lisin upp í rættinum í Hillerød.

Thomas Gotthard greiddi frá, at hann kvaldi konu sína áðrenn hann beindi fyri líkinum.

Sambært manninum var hjúnalagið oyðilagt, og konan stríddist við sálarligum trupulleikum. Gotthard hevur greitt frá, at hann vildi “geva henni frið”.

Drápið hendi í oktober í fjør. Presturin greiddi frá, at hann hevði lagt drápið til rættis í eina viku, og hevði eitt nú skaffað sær saltsýru fyri at loysa líkið upp.

Men tað eydnaðist ikki heilt. Tí gróv hann restirnar í Sundbylille í Danmark, skrivar Eksatra Bladet.

Ætlanin var upprunaliga, at tað skuldi síggja út sum at konan var deyð fyri egnari hond.

Men seinni hevur presturin viðgingið alt, og greitt frá hvussu illgerðin fór fram. Talan var tí um eitt sokallað ájáttanarmál, og revsingin gjørdist 15 ára fongsul.

Tey áttu tvey børn saman. Gotthard var eisini frádømdur rættin til at arva konuna, og varð hartil dømdur fyri at rinda endurgjald til børnini.

- Eg eri sekur í einum stórum sorgarleiki. Hvønn einasta dag ynski eg, at hetta ikki var hent, skal hann hava sagt í rættinum.

Tað var 27. oktober í fjør, at løgreglan í Norðursælandi sendi út eina eftirlýsing av kvinnuni, sum segðist vera horvin úr heimi sínum í Frederikssund. Tríggjar vikur seinni varð maður hennara skuldsettur og fonglslaður fyri dráp. Meðan kanningin av málinum fór fram, gjørdist tað alt meira týðuligt fyri løgregluna, at tað var maður hennara, sum hevði gjørt av við hana.

19. apríl varð ákæra reist móti sóknarprestinum, men ikki fyrr enn 11. juni kundu fleiri danskir miðlar skriva, at Thomas Gotthard hevði viðgingið seg sekan í at hava beint fyri konu síni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

42 Leygardagur 07. august 2021

Grikkaland: Ringasta hitabylgja í 34 ár

Hitin, ið sambært veðurfrøðingum kann koma upp á 45 stig, hevur elvt til skógareldar í vestara parti av landinum

Kalamonas, Rhodos (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Grikkaland hevur hesa vikuna verið rakt av ringastu hitabylgjuni, landið hevur upplivað síðan 1987.

Tað segði grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, nú grikskir veðurfrøðingar boða frá, at tey kunnu fáa upp í 45 hitastig.

Hitin hevur eisini elvt til skógar- og náttúrueldar í vestara parti av landinum. Seinastu dagarnar er boðað frá fleiri skógarledum.

Eitt nú stríðast sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á einum stórum eldi á oynni Rhodos. Eisini var boðað frá fleiri streymslitum í stórum parti av oynni.

Sambært Ritzau eru gistingarhús á Rhodos ikki ávirkað av eldinum og nógva roykinum harfrá, men borgarar í trimum bygdum í vestara partinum av oynni fingu boð um, at tey skulu flytast burtur úr økinum.

Eisini varð boðað frá fleiri enn 100 náttúrueldum í sunnara parti av Turkalandi, har sløkkiliðsfólk hava strídst í fleiri dagar. Í minsta lagi átta fólk hava latið lív.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

43 Leygardagur 07. august 2021

Nú er korona aftur staðfest í Wuhan

Mánadagin vórðu fyrstu smittutilburðirnir í yvir eitt ár staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har smittan fyrst varð staðfest í 2019, og ætlanin er nú at kanna allar íbúgvar í býnum

Wuhan, Kina (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kinesisku býnum Wuhan er ætlanin nú at kanna allar íbúgvar fyri koronu, eftir at mann hevur staðfest fyrsta lokala smittutilburðin í yvir eitt ár, upplýsir ein embætismaður sambært tíðindastovuni AFP.

Mánadagin vórðu sjey smittutilburðir staðfestir í kinesiska milliónbýnum, har fyrsti koronatilburðurin eisini varð staðfestur fyri yvir hálvumøðrum ári síðani.

Tá eydnaðist tað at steðga smittuspjaðingini við at avbyrgja býin frá restini av Kina í eitt tíðarskeið.

Sambært Ritzau hevur Kina seinastu vikurnar havt eina øking í smittutalinum, og nýggja útbrotið verður lýst sum tað størsta í Kina í fleiri mánaðir.

Í fleiri kinesiskum býum hava íbúgvar fingið boð um at halda seg heima, og eisini verður hópkanning sett í verk í royndini at fáa bilbugt við nýggja útbrotinum, og tey, sum hava verið í samband við ein smittaðan persón skulu í sóttarhald.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University hevur Kina síðan ársskiftið 2019/2020 skrásett beint omanfyri 105.000 smittutilburðir og 4.848 deyð í sambandi við koronu.

Í Kina búgva 1,4 milliardir fólk, so útfrá tølunum hevur landið klárað seg betri enn nógv onnur lond undir hesari farsóttini. Men tølini hjá amerikanska universitetinum vísa bert teir tilburðir, sum eru staðfestir av lokalu heilsumyndugleikunum, og sostatt kann veruliga talið á smittaðum og deyðum vera hægri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

44 Leygardagur 07. august 2021

Italskur mafiabossur handtikin í Spania

Domenico Paviglianiti, leiðarin í Ndrangheta-mafiuni, varð við eitt mistak latin leysur úr italskum fongsli í 2019

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Spanska løgreglan hevur handtikið Domenico Paviglianiti, ein av leiðarunum í heimsins størsta mafia-felagsskapi, Ndrangheta, skriva italskir miðlar.

Paviglianiti var fyrr kendur sum “bossur bossanna”, varð handtikin í Madrid við følskum portugisiskum passi, seks telefonum og 6.000 túsum evrum.

- Leiðarin av calabriska ‘Ndrangheta’ er handtikin í Madrid. Hann er ein av mest eftirlýstum flóttum úr Italia, skrivar spanska løgreglan á Twitter.

Hildið verður, at Domenico Paviglianiti hevur havt ein leiklut í 140 drápum umframt øðrum mafia-brotsverkum. Hann er fyrr dømdur fongsul í lívstíð, men var í 2019 av órøttum  leyslatin. Talan var um ein roknifeil í italsku rættarskipanini, skrivar dr.dk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

45 Leygardagur 07. august 2021

Mótmæltu koronatiltøk í Berlin – yvir 600 fólk handtikin

Umleið 5.000 fólk mótmæltu í týska høvuðsstaðnum farna vikuskiftið, og hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin savnaðust túsundatals fólk í týska høvuðsstaðnum Berlin fyri at mótmæla tey tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk fyri at avmarka smittuspjaðingina. Hetta, hóast tað ikki var loyvt.

Hetta elvdi til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk. Summi mótmælisfólk lupu á løgreglufólk, sum vórðu send út til mótmælið, meðan onnur órógvaðu ferðsluna. Hetta elvdi m.a. til brúk av táragassi, stavum og harðskapi. At enda hótti løgreglan við at brúka vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, sum vóru ávegis til Brandenburger Tor í miðbýnum í Berlin.

Løgreglan metir, at umleið 5.000 fólk luttóku í mótmælistiltakinum. Yvir 600 vórðu handtikin, skrivar Ritzau.

Mótmælini í Berlin eru fyriskipað av Querdenker-rørsluni, ið er ímóti koronatiltøkunum í Týsklandi.

Dómstólar í Týsklandi høvu bannað fleiri av ætlaðu mótmælunum um vikuskiftið, harímillum eisini mótmælið í Berlin, har mann væntaði upp til 22.500 luttakarar. Tað er orsakað av koronatiltøkunum, at tað ikki er loyvt at savnast til mótmælistiltøk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

46 Leygardagur 07. august 2021

CNN koyrt trý ókoppsett fólk úr starvi

Stjórin í CNN krevur, at øll starvsfólk verða koppsett fyri koronu, um tey ynskja at møta til arbeiðis

Bygningur hjá CNN í Atlanta (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski miðlarisin CNN hevur koyrt trý fólk úr starvi fyri at møta til arbeiðis uttan at verða koppsett fyri koronu. Tað framgongur í einari fráboðan, sum hósdagin varð send til øll starvsfólkini hjá miðlinum, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið innlit í.

Stjórin, Jeff Zucker, sigur í fráboðanini, at fyritøkan hevur ein nulltoleransupolitikk fyri slíkum, og at fyritøkan krevur, at øll starvsfólk verða koppsett, um tey ynskja at møta til arbeiðis.

Hvar í USA hesi trý starvsfólkini arbeiða, verður ikki upplýst.

Sambært Ritzau umhugsar CNN nú at gera tað til krav, at starvsfólk skulu skjalprógva, at tey eru koppsett, tá tey møta til arbeiðis. CNN hevur eisini boðað frá, at starvsfólk skulu brúka munnbind, tá tey koma til arbeiðis í Los Angeles, Atlanta og Washington D.C.

Hósdagin skrásetti USA yvir 100.000 smittutilburðir, sum er tað hægsta, landið hevur skrásett í eitt hálvt ár. Tað er serliga delta-frábrigdið, sum ger um seg í Florida og í øðrum statum, har bert ein lítil partur av fólkinum eru koppsett.

Eftir ætlan skuldu starvsfólk fara aftur til arbeiðis 7. september, men fleiri fyritøkur, m.a. CNN, hava útsett tað til seinni í árinum. Í fráboðanini frá Jeff Zucker verður sagt, at øll starvsfólk ikki koma aftur til arbeiðis fyrr enn miðskeiðis í oktober.

Aðrar fyritøkur, sum hava útsett dagfestingina eru m.a. Apple, Google og Lyft.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

47 Leygardagur 07. august 2021

100 ára gamal skal fyri rættin fyri dráp undir 2. heimsbardaga

Maðurin tænti sum vaktur í týningarleguni Sachsenhausen nærindis Berlin undir krígnum

Sachsenhausen-týningarlegan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein 100 ára gamal maður í Týsklandi skal í heyst fyri rættin fyri at hava verið við til at drepa 3.500 fólk undir 2. heimsbardaga. Í trý ár undir krígnum var hann nevniliga vaktur í týningarleguni Sachsenhausen norðanfyri týska høvuðsstaðin Berlin.

Umleið 200.000 persónar vórðu koyrdir í leguna, og um 20.000 av teimum vórðu dripnir undir krígnum.

Tann nú 100 ára gamli maðurin tænti sum vaktur í tíðarskeiðnum januar 1942 til februar 1945. Tá var hann fyrst í 20unum, og í oktober, meira enn 76 ár eftir, at kríggið endaði, skal hann fyri rættin fyri brotsverk, sum hann skal eitast at hava framt undir krígnum, skrivar Ritzau.

100 ára gamli maðurin er tó langtfrá tann fyrsti fyrrverandi fangavørðurin, sum seinastu árini er koyrdur fyri rættin fyri brotsverk, sum vórðu framd fyri langari tíð síðani.

Eitt nú í 2011 varð ein fyrrverandi vaktur í týningarleguni Sobibor dømdur, og hesin dómurin slóðaði fyri, at onnur, sum høvdu arbeitt í legunum, eisini vórðu koyrd fyri rættin – eisini hóast tey ikki neyðturviliga høvdu luttikið í nøkrum av drápunum.

Seks milliónir fólk vórðu dripin undir Holocaust undir 2. heimsbardaga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

48 Leygardagur 07. august 2021

Voxbotn vikuskifti 20/21 – størri enn nakrantíð

Nú myndugleikarnir hava givið grønt ljós til at halda stór tiltøk, og 10 ár eru liðin, síðan Voxbotn sá dagsins ljós, verður hetta hátíðarhildið við tveimum konsertdøgum – formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadag 20. august, meðan Voxbotn 2021 verður 21. august

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Voxbotn 2021 verður vikuskiftið 20. og 21. august. Hesum boðaðu fyriskiparar frá í tíðindaskrivi týsdagin.

Ferð eftir ferð mátti Voxbotn 2020 útsetast vegna korona, og somuleiðis hevur verið óvist, um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú myndugleikarnir hava boðað frá, at tað aftur ber til at halda stórfingin tiltøk, boða fyriskiparar frá, at Voxbotn verður hildið.

Fyri fyrstu ferð, síðan Voxbotn varð hildið á fyrsta sinni fyri 10 árum síðani, verður tiltakið fyriskipað yvir tveir dagar. Voxbotn 2020 verður hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august, skriva fyriskiparar.

Sum áður nevnt, eru 10 ár liðin, síðan Voxbotn-pallurin á fyrsta sinni tendraði hátalararnar. Ungfólkið í Føroyum tók beinanvegin konsertdagin til sín, og serliga vóru nýklaktu pisurnar sjónligar í mannamúgvuni. Í dag er Voxbotn fyri øll; ung sum gomul. Børnini fáa nógv pláss á skránni, og har er tónleikur og onnur tilboð til allar aldursbólkar. Konsertdagurin setur dám á býin, og er vorðin inngrógvin partur av føroyska summarinum.

– Fyri at hátíðarhalda jubileumið, hava fyriskiparnir roynt at endurskapa nakrar av teimum størstu succesunum, sum hava verið á Voxbotn ígjøgnum tey 10 farnu árini. Í næstum verður kunnað um hvørji tónleikanøvn verða á skránni báðar dagarnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

49 Leygardagur 07. august 2021

Robin Schultz á Voxbotn

Talan verður um tvey ymisk tiltøk. Voxbotn 2020 fríggjakvøldið 20. og Voxbotn 2021 leygarkvøldið 21. august

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein av best umtóktu DJ’s verður at hoyra á Voxbotn í ár. Talan er um týska úrmælingin á sínumk øki, Robin Schultz.

Tað boðar Voxbotn frá í tíðindaskrivi.

Robin Schultz er fyrsta tónleikanavn, sum er avdúkað at spæla á Voxbotn í ár, og í tíðindaskrivinum verður ikki upplýst, um hann spælir fríggjakvøldið ella leygarkvøldið. Komandi dagarnar fara fyrireikararnir at upplýsa fleiri nøvn, og koma við meira útgreinaðari skrá yvir, hvørji spæla hvørt kvøldið.

Í tíðindaskrivinum verður skrivað soleiðis um høvuðsnavnið í ár:

Robin Schulz gjørdist ein heimsstjørna longu tá hann gav út fyrsta staklagið “Waves”. Lagið kom á fyrstapláss í seks ymiskum londum, og leiðin peikaði nú beint móti popptindunum. Alt sum hann nertir við gerst til oyragull, og hann hevur samstarvað við nøvnum sum David Guetta, James Blunt, Piso og mongum øðrum. Stroymingsmongdin av hansara løgum er rúgvusmikil. Til dømis er lagið “Sugar” stroymt næstan 900 milliónir ferðir á Spotify, og hann hevur oman fyri 23 milliónir lurtarar mánaðarliga. Í løtuni er hann á einum 127. plássi millum mest spældu artistar á Spotify.

- Sostatt kann staðfestast, at hetta verður ein konsert við altjóða formati, sum verður á Okkara Voxbotn 20. og 21. august.    

[object Object]

John Martin og Michel Zitron koma aftur

Í gjár varð annað navnið til Voxbotn so avdúkað. Voxbotn skrivaði soleiðis í tíðindaskrivi:

Fjøld og tónleikarar runnu saman í hægri eind. Havnargøtur vórðu umskapaðar til eitt risa dansigólv. Býurin pumpaði sum ongantíð áður. Vit sipa til løtuna, tá John Martin og Michel Zitron framførdu á Okkara Voxbotni í 2015. Slíka framførslu hava vit ikki upplivað áður - ei heldur síðani. Og nú koma teir aftur, at fáa okkum uppá gólv til Okkara Voxbotn 20/21, sum verður hildið vikuskifti 20. og 21. august.

Tað eru 10 ár síðani at Voxbotn sá dagsins ljós, og tað verður hátíðarhildið við manér. Í sambandi við hátíðarhaldið, eru John Martin og Michel Zitron bodnir aftur til Føroya, at framføra fríggjakvøldið 20. august



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2021

50 Leygardagur 07. august 2021

Bestu myndirnar savnaðar í einari bók

Serstøk motiv er tað, sum eyðkennir myndirnar hjá Inga Sørensen. Í vikuni gav hann nýggja bók út við sínum vakrastu myndum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevnir tú Inga Sørensen, eru tað helst fleiri, sum fara at hugsa um nógvu myndirnar, hann hevur tikið.

Seinastu trý árini hevur hann arbeitt við einari bókaútgávu, og í morgun var stóri dagurin komin. Myndabókin við heitinum "The Faroe Islands - A magical land & ocean safari" kom í bókahandlarnar í vikuni.

Ingi Sørensen elskar tað, hann ger, og tað sæst eisini aftur á myndunum, sum vísa nærlagni og gott tol.

Hann sigur seg sjálvan kortini vera ótolnan, men honum dámar so væl at taka myndir, at hann bítur tað í seg.

“Photography is a love affair with life” er eitt sitat sum stendur fremst í bókini, og sigur ikki so lítið.

Bókin er heilar 231 síður, og er stór í vavi og vigar eisini nakað.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

51 Leygardagur 07. august 2021

Flakakapping og grillhugni í Hvalba

Leygardagin 14. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi

Flakappingin verður á Heygsvatni komandi leygardag (Mynd: Hvalbiar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 14. august skipar Hvalbiar kommuna fyri grillhugna á spæliplássinum á Heyggi. Í hesum sambandi verður eisini flakakapping á Heygsvatni.

Tiltakið verður frá klokkan 16.30 til 19.

– Øll kunnu verða við til at byggja og sigla á flakanum. Einasta treyt er, at øll sum eru á flakanum eri í bjargingarvestum. Ein kreativan, litfagran ella bara stuttligan flaka, ja bart hugflogi kann seta markið. Flottasti flakin fær eitt skreytblað og eitt gávukort, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuna.

– Eftir kappingina fara vit at grilla pylsur og grillspjót á økinum við spæliplássið á Heyggi.

Kommunan heitir á fólk, sum hava hug at koma við at grilla, um at fara inná hvalba.info at melda seg til tiltakið. Tað skal gerast í seinasta lagi 9. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

52 Leygardagur 07. august 2021

Svumu um Mykinesfjørð

Seks mans svumu knappar fimm kilometrar av Núgvunesi og yvir á Streymnes mánadagin

Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard svumu nærum fimm kilometrar (Mynd: Erling Eidesgaard/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin mánadagin svumu seks mans um Mykinesfjørð, ein teinur, sum er knappar fimm kilometrar.

Teir seks – Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Eyðun Húsgarð, Jon Hestoy, Niels Juel Arge, og Erling Eidesgaard – svumu av Núgvunesi í Mykinesi og yvir á Streymnes í Vágum.

– Besti streymur og stilt. Vit fóru av Núgvunesi nakað áðrenn vestfalskyrrindir, og høvdu ætlað okkum at fáa eitt sindur av suðurráki inni undir Vágalandinum. Men svimjingin gekk so mikið skjótt, at vit vóru komnir væl undir land í Vágum, áðrenn hann vendi. So vit fóru í land nakað norðari, enn ætlað, á Streymnesi, knappar tveir kilometrar norðan fyri Gásadal, greiðir Erling Eidesgaard frá á sínum Facebook-vanga.

Teir lupu á bláman í Mykinesi klokkan 16.15, og klokkan 17.27 stóðu teir á landi í Vágum.

Fleiri myndir síggjast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2021

53 Leygardagur 07. august 2021

B68 vann seg upp á áttanda pláss

Við sigrinum í Trongisvági fara toftamenn framvið 07 Vestur og hava nú 12 stig

Glað toftafólk í Trongisvági seinnapartin (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B68 og teirra ágrýtnu áskoðarar, Reyði pantarin, kundu mánadagin fara glaðir norður aftur við Smyrli, og við trimum stigum í skjáttuni.

TB hevur beina kós móti niðurflyting eftir 1-0 tapið á heimavølli móti B68. Hinvegin kynda toftamenn av álvara upp til niðurflytingarstríð móti 07 Vestur, ÍF og EB/Streymur.

Við sigrinum mánadagin kemur B68 upp á 12 stig og liggur á einum deildum sjeynda plássi saman við ÍF. Fuglfirðingar, sum óvæntað leiktu javnt 1-1 móti NSÍ sunnudagin, hava kortini betri málmun.

Málið kom eftir fríspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, beint áðrenn liðini fóru til hálvleik. Steffan Abrahamsson Løkin vísti síni kynstur og setti bóltin beinleiðis í netið.

Ta eina málið var nokk, tí TB megnaði ikki at fáa bóltin í netmeskarnar aftanfyri Róa Mørk Hentze í B68 málinum. Enn ein góður sigur til toftamenn, sum hava havt frálíka úrtøku seinastu umførini.

Í Gøtu vann Víkingur 1-0 á B36 og á Eiði tapti EB/Streymur 4-0 móti oddaliðnum KÍ.

TB - B68 0-1 (0-1)
Steffan Abrahamsson Løkin 0-1

Víkingur - B36 1-0 (0-0)
70' Martin Klein Joensen 1-0

EB/Streymur - KÍ 0-4 (0-1)
06' Páll Klettskarð 0-1
59' Árni Frederiksberg 0-2
75' Árni Frederiksberg 0-3
90+' Jákup Andreasen 0-4

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 44 stig (16 dystir)
2. Víkingur 37 stig (16 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. NSÍ 28 stig (17 dystir)
5. B36 27 stig (15 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (15 dystir)
7. ÍF 12 stig (16 dystir)
8. B68 12 stig (16 dystir)
9. 07 Vestur 11 stig (16 dystir)
10. TB 2 stig (15 dystir)

Myndir: Víkingur-B36

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

54 Leygardagur 07. august 2021

ÍF bardi seg til eitt stig

Liðini, sum bæði høvdu nýggjan mann við høvuðsábyrgdini, fóru av vølli í Fuglafirði við einum stigi hvør. Í Gundadali vann HB lættan sigur í einum dysti, sum var merktur av einum dómarafeili tíðliga í seinna hálvleiki

Klaksvíkingurin Steinbjørn Olsen skoraði sítt fyrsta mál fyri ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir dystir vóru sunnudagin leiktir í bestu mansdeildini í fótbólti.

Tey bæði liðini, sum í løtuni eru uttan høvuðsvenjara hittust í Fuglafirði. Hjá heimaliðnum er tað Ólavur Larsen, sum hevur takkað fyri seg eftir keðiliga gongd seinastu umførini, og NSÍ endaði í vikuni samstarvið við Allan K. Jepsen eftir vánaligt úrslit í Evropa, eins og gongdin í Betri deildini heldur ikki hevur verið góð.

Á síðulinjuni vóru tað tí Agnar Prestá fyri ÍF og André Olsen fyri NSÍ, sum skuldu fáa sum frægast burturúr.

Og tað kom eldur í beinanvegin. Longu aftaná tveir minuttir kom bólturin fyri føturnar á ÍF-leikaranum Steinbjørn Olsen, sum beint innan fyri sekstanmeturin smekkaði til. 1-0 til ÍF og av sonnum góð byrjan hjá Agnari og hansara monnum.

Lítla løtu seinni gjørdist Jacob Trenskow leysur og javnaði til 1-1. NSÍ hevði fleiri møguleikar enn fuglfirðingar, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum. ÍF kann fegnast um eitt stig, sum er umráðandi í niðurflytingarstríðnum, meðan NSÍ dragnar í stríðnum um evropapláss.

Á Ovara vølli í Gundadali endaði tað við stórsigri til HB.

Støðan var 1-0 til HB í steðginum við máli frá Stefan Radosaljevic. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik var tað serliga dómarin, Áron Sofus Vest, sum kom í fokus, tá hann ikki var nóg greiður í einari frísparksstøðu. HB gjørdi skjótt av, og við vøkrum skoti úti frá legði Mikkel Dahl heimaliðið á odda 2-0.

Hetta elvdi til stóra ónøgd í 07 Vestur leguni, og í kjalarvørinum av hesum fekk Høgni Egilstoft Nielsen reytt kort fyri kjaftaslit.

Eftir hetta var tað einvegis ferðsla í Gundadali. HB vann dystin 5-0, og kundi við góðum sjálvsáliti fara til Ísrael, har teir skuldu spæla móti Maccabi Haifa hóskvøldið.

ÍF - NSÍ 1-1 (1-1)
3’ Steinbjørn Olsen 1-0
6’ Jacob Trenskow 1-1

HB - 07 Vestur 5-0 (1-0)
16’ Stefan Radosavljevic 1-0
50’ Mikkel Dahl 2-0
62’ Áki Debes Samuelsen 3-0
78’ Adrian Rúnason Justinussen 4-0
90’ Adrian Rúnason Justinussen 5-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. august 2021

55 Leygardagur 07. august 2021

Allan Dybczak lagdur aftur at HB-venjaratoyminum

Nú hevur HB ein venjara við A-venjaraprógvi

Allan Dybczak (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kevin Schindler hevur higartil røkt uppgávuna sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Havnar Bóltfelag eftir at samstarvið við Jonas Dal stegðaði.

Týskarin hevur tó ikki neyðugu pappírini til at standa á odda fyri liðnum, tí tað krevst ein A-venjaraútbúgving til. Hana hevur HB nú fingið upp á pláss við at fáa Allan Dybczak í toymið. Hann fer at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler, boðar HB frá.

[object Object]Kevin Schindler (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Allan Dybczak hevur drúgvar venjararoyndir á besta kvinnuliðnum há HB umframt á fyrstu deildarliðnum hjá felagnum.

Mikkel Richardt Mortensen verður hjálparvenjari. Restin av venjaratoyminum hjá Betri monnum verður óbroytt, sigur Havnar Bóltfelag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. august 2021

56 Leygardagur 07. august 2021

Lótu sjey mál inn í hitanum

7-2 gjørdist úrslitið í fyrra dystinum millum Maccabi Haifa og HB

Mikkel Dahl skoraði eina málið fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ikki ómøguligt, men ein trupul uppgáva sum bíðar HB í Gundadali í næstu viku tá Maccabi Haifa kemur á vitjan.

Havnarmenn taptu hóskvøldið heili 7-2 í fyrra dystinum ímóti ísraelska liðnum í Haifa, og HB skal tí vinna við fimm málum, um teir skulu víðari í Europa Conference League.

Støðan í hálvleikinum var 3-1, og tað tóktiskt ikki hopleyst. Men eftir ein tíma spæl, tá Heðin Hansen fekk sítt seinna gula kort, bleiv brekkan brøtt.

7-2 og alt bendir á, at Evropa ævintýrið hjá HB er av. Returdysturin í Gundadali verður hósdagin.

Maccabi Haifa - HB 7-2 (3-1)
05' Din David 1-0
24' Din David 2-0
29' Mikkel Dahl 2-1
45' Dlev Haziza 3-1
62' Rami Gershon 4-1
70' Daniel Johansen (br.) 4-2
74' Ben Sahar 5-2
82' Omer Atzili 6-2
90' Yuval Ashkenazi 7-2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

57 Leygardagur 07. august 2021

Nú sleppa fleiri áskoðarar á Tórsvøll

Nýggju koronatilmælini hava við sær, at fleiri atgongumerki nú verða sett til sølu til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Ísrael, Danmark og Moldova

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri trimum vikum síðani vórðu 1.156 landsliðspakkar settir til sølu við atgongumerki til allar heimadystirnar hjá landsliðnum í heyst, men nú koronatilmælini eru broytt, verða fleiri atgongumerki sett til sølu á nethandlinum hjá Fótbóltssambandinum.

Frá týsdegnum 10. august klokkan 12 verða fleiri atgongumerki sett til sølu, og verður møguleiki tá at keypa til hvønn einstakan dyst.

Í fyrstu atløgu er talan um atgongumerki til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova, sum vera á Tórsvølli ávikavist 1., 4. og 7. september. Allir dystirnir byrja klokkan 19.45.

Hvussu verður við atgongumerkjum til dystirnar á útivølli móti Danmark og Ísrael, sum verða 12. og 15. november, verður kunnað um seinni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

58 Leygardagur 07. august 2021

Jonas Dal Andersen settur sum ítróttarstjóri hjá AB

Fyrrverandi venjarin hjá HB skal nú stýra á Argjum

Marius Thomassen, formaður í AB og nýggi ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen (Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Argja Bóltfelag hevur sett danan Jonas Dal Andersen í starv sum ítróttarstjóra. Hetta er eitt fulltíðarstarv.

Jonas Dal Andersen er 45 ára gamal og hevur hollar royndir úr donskum fótbólti, har hann hevur verið venjari hjá Hobro, Esbjerg og AC Horsens í donsku Superliguni. Fyrr í ár var hann venjari hjá HB, áðrenn hann valdi at siga seg úr starvi. Nú verður hann so ítróttarstjóri á Argjum, har hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við 2023.

- Sum ítróttarstjóri skal eg hava greinandi brillur á, hvussu felagið verður rikið, og ikki bara, hvussu tað sær út á vøllinum hjá besta mansliðnum. Tað er nakað við bygnaði í felagnum frá nevnd og allan vegin niður. Tað fer sjálvandi eisini at snúgva seg nógv um at fáa nýggjar leikarar, siga farvæl við aðrar og seta ein góðan hóp saman til venjaratoymið. Vit skulu hava eitt ítróttarligt ,,set-up” í AB, sum ger, at vit kunnu flyta okkum frameftir, sigur nýggi ítróttarstjórin við heimasíðuna hjá AB.

- Setningurin verður at lyfta alt á eitt hægri støði, bæði í ungdómsdeildini og hjá teimum vaksnu. Mín arbeiðsuppgáva er fyrst og fremst at styrkja besta mansliðið, tað veri seg við venjingarleisti, hugburði til venjing og eina meira yrkisliga tilgongd til gerandisdagin í felagnum, sigur Jonas Dal Andersen.

AB liggur í løtuni á fimta plássi í næstbestu mansdeildini við 25 stigum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

59 Leygardagur 07. august 2021

07 Vestur sett enskan høvuðsungdómsvenjara

Matthew Potter hevur undirskrivað 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur og kemur hann til landið í seinnu helvt av august mánaði

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vektað ungdómsarbeiði høgt, og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt hart við at fylla skógvarnar eftir Hegga. Leitað hevur verið bæði innanlands og uttanlands eftir rætta venjaranum til starvið, og er valið fallið á bretan Matthew Potter, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.

Matthew Potter er 40 ára gamal og útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, har hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan barna- og ungdómsfótbóltin.

Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum.

Matthew hevur undirskrivað 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur og kemur hann til landið í seinni helvt av august mánaði og byrjar í starvinum beinavegin hann er komin. Unnustan og børnini (2 og 4 ár) koma seinni í ár.

Ungdómsvenjarahópurin telur eisini navnframa Jens Erik Rasmussen, umframt fleiri lokalar kreftir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

60 Leygardagur 07. august 2021

U17: Fingu flott stig móti Serbia

Ungu føroysku kvinnurnar høvdu serbisku favorittarnar á knøunum í fyrsta dystinum í bólki B í U17 EFH Championship í Georgia, og tað endaði við javnleiki

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir dystin varð málverjin kosin dagsins leikari hjá Serbia. Tað sigur ikki so lítið um dystin millum Føroyar og ta nakað størri hondbóltstjóðina av Balkan. Serbia var áðrenn dystin greiður favorittur, er styrkismett hægst í í bólki B, og tað er væntað, at Serbia og Niðurlond fara at spæla finalu í Tbilisi.

Føroyar vístu tó fríggjadagin, at tað skal nógv til at koppa landafrøðiliga minsta landinum í kappingini. Føroyska liðið hevði leiðisluna tvær ferðir í fyrra hálvleiki, men tað var serliga í seinna hálvleik, at Serbia veruliga merkti, at hetta fór at gerast heilt trupult, og eftir seinasta bríksl kundu tær í reyðum á ein hátt vera meira nøgdar enn tær í hvítum.

Tað var 12-14 í steðginum, men Føroyar byrjaðu greitt betri í 2. hálvleiki, og leingi lá tað ímillum +1 og +2 til liðið hjá Simon Olsen og Magna Thomsen, ið spældi klókt og væl.

Verjan var stinn, og í málinum hevði Silja Arngrímsdóttir Müller, sum til dagliga spælir við Haukar í Íslandi, nógvar góðar og týdningarmiklar bjargingar.

Í álopspartinum gekk Maria Pálsdóttir Nólsoy á odda. Spælskiparin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Neistanum fyrr í ár, og móti Serbia skoraði Maria níggju mál, og varð kosin besti leikarin hjá Føroyum. Móti endanum skoraði Anna Sigrunardóttir Mikkelsen trý góð og týdningarmikil mál: Tvey við kraftmiklum gjøgnumbrotum og góðum skotum av høgra bakki, og einum dundurhøggi mitt fyri ið fór upp í málhornið.

Tað eydnaðist tíverri ikki hjá Føroyum at hála sigurin í land. Tað var sera spennandi móti endnaum. Serbia fekk javnvág í, tá fimm minuttir vóru eftir. Stutt seinni legði favoritturin seg á odda, men so svaraðu Føroyar aftur við at javna, og Silja og verjan gjørdu arbeiðið sera væl í tveimum teimum seinastu serbisku álopunum, Føroyar fingu ikki sett sítt seinasta álop heilt væl, og so endaði tað við javnleiki. 

26-26 móti Serbia má metast at vera sterkt frá føroysku U17-kvinnunum. Í síðsta mánaða bastu U19-kvinnurnar Niðurlondum í líknandi kapping, og harvið hevur føroyskur kvinnuhondbóltur á ungdómssíðuni higartil tvey heilt góð úrslit í summar.

Mánadagin skal U17-liðið royna at basa Italia, ið er styrkismett beint oman fyri okkara. Eydnast tað at fáa stig har, so liggja Føroyar væl fyri at koma víðari til hálvfinalurnar.

Estland er fjórða liðið í bólkinum, og tað sum verður mett at vera tað veikasta. Upprunaliga skuldu Føroyar spæla móti Estlandi í dag, men av tí at Ísrael trekti seg orsakað av koronu, varð dystarskráin broytt. 

U17 EFH Championship - 1. umfar í bólki B
06. august - Tbilisi, Georgia

Føroyar - Serbia 26-26 (12-14)

Føroyskur toppskjútti: Maria Pálsdóttir Nólsoy 9 mál

Hópurin:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Haukar
Simona Michelsen Kass, H71

Útileikarar:
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, H71
Lea Mohr, Neistin
Poula Fríðheim Petersen, H71
Bjørk Franksdtóttir Joensen, Neistin
Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, StÍF
Eyðbjørg Kallsberg, StÍF
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karina Debes Heinesen, H71
Barbara Hammer, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, Fredriksberg IF
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

61 Leygardagur 07. august 2021

U19-menninir flongdu norðmenn

Ongantíð spenningur tá Elias á Skipagøtu og hinir á U19-landsliðnum spældu ímóti Noregi fríggjadagin. Føroyar vunnu 34-27

(Skíggjamynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ongantíð nakar veruligur spenningur tá Føroyar og Noreg spældu sín fyrsta dyst í U19 kappingini Scandinavian Open, sum verður leikt í Svøríki hetta vikuskiftið.

Kappingin verður leikt í Lund saman við stóru hondbóltstjóðunum Noreg, Svøríki og Danmark.

Beinanvegin í dystinum komu Elias á Skipagøtu, Hákun West á Teigunum, Óli Mittún og hinir framúr góðu spælararnir á liðnum, framum og hildu norðmenn aftanfyri allan dystin.

Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 16-13, og eina løtu í seinna hálvleiki vóru tíggju mál á muni. Síðstu løtuna skiftu føroyingar nógv út, og fleiri spælarar fingu høvi at royna seg. Hetta gjørdi, at málmunurin ikki gjørdist eins ógvusligur, sum hann helst kundi verið. Kortini vunnu Føroyar knúsandi sigur 34-27.

Í dag klokkan 17 er Svøríki mótstøðulið, og sunnumorgunin klokkan 9 er tað Danmark, sum er á skránni.

Hesir eru við í hópinum:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Alexander Sacho Lacok, VÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, H71
Pauli Høj, Neistin
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Bogi Hansen, H71
Ragnar Karlsson, H71
Viktor Nørlyng Gaini, GOG
Sakir Tróndarsson Frýdal, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, GOG
Ári Rúnason, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof
Sveinur Olafsson, H71


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2021

62 Leygardagur 07. august 2021

Hondbóltur: Frakland og Danmark í OL-finaluni

Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, skoraði týðandi mál móti endanum av dystinum

Jóhan á Plógv avgerð hálvfinaluna við rygginum móti málinum (Skíggjamynd: DR)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá olympiska hondbóltskappingin skal avgerast í dag, verður tað ein endurtøka av finaluni fyri fimm árum síðani í Rio de Janeiro.

Tað verða Frakland og Danmark, sum skulu stríðast um gull og silvur – Danmark við einum føroyingi, Jóhan á Plógv Hansen, á liðnum.

Hósdagin tryggjaði Danmark sær luttøku í finaluni við at vinna 27-23 móti Spania í hálvfinaluni.

Dysturin gjørdist spennandi. Danmark førdi við fýra málum í hálvleikinum, men í øðrum hálvleiki kom Spania meira við í dystinum, og munurin var eitt og tvey mál til Danmark fyri tað mesta.

Móti endanum av dystinum var nær við, at Spania megnaði at javna, og harvið skapa øgiligan spenning.

Júst um tað mundið, móti endanum av dystinum, varð føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen settur á vøllin á høgra veingi fyri Lasse Swan, ið annars hevði spælt tað mesta av dystinum.

Og Jóhan á Plógv fekk ein lítlan høvuðsleiklut, tá tað eydnaðist honum – aftur um ryggin – at skora til 26-23 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum. Tá gjørdist greitt, at Spania ikki kundi fáa Danmark aftur.

Annars vóru tað Mikkel Hansen við 12 málum, Mathias Gidsel og málverjin Niklas Landin, sum vóru teir stóru spælararnir fyri Danmark.

Frammanundan varð greitt, at Frakland verður annað liðið í OL-finaluni. Frakland, við einum stórspælandi Nikola Karabatic á odda, vann 27-23 á Egyptalandi, sum annars hevur verið stóra jaliga yvirraskilsið í hesi OL-kappingini.

Tá Danmark og Frakland hittust í finaluni í Rio fyri fimm árum síðani, gjørdist úrslitið 28-26 til Danmark. 

[object Object]
Mikkel Hansen spældi enn ein stórdyst - 12 mál móti Spania (Mynd: EPA)

OL-finalan í manshondbólti verður spæld í dag klokkan 13


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

63 Leygardagur 07. august 2021

204 hondbóltsdystir í tríggjar dagar

Faroe Islands Handball Cup í Vági verður aftur í næsta ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra tiltakið Faroe Islands Handball Cup 2021 í Vági endaði mikudagin eftir tríggjar sera væl eydnaðar dagar við hondbólti, upplivingum og minnum. Tilsamans 204 dystir vórðu spældir í ár.

Stóra hondbóltskappingin hevur merkt Vágsbý frá tí at tiltakið byrjaði til í mikukvøldið, tá flestu luttakararnir løgdu leiðina norð um Suðuroyarfjørð.

- Vit fyriskiparar takka øllum luttakarum, øllum hjálparfólkum, høvuðsstuðlinum Suðuroyar Sparikassa og øllum øðrum stuðlum, skrivar Dennis Holm, stigtakari og fyriskipari, og boðar samstundis frá, at fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2022 longu eru farnar í gongd.

[object Object]Neistin vann kappingina fyri U10 dreingir. Teir vunnu á H71b í finaluni. Neistadreingir U10 gjørdist nummar trý

[object Object]Neistin vann eisini kappingina fyri U10 gentur. Neistin 1 vann finaluna 8-1 móti H71c. H71a gjørdist nummar trý.

[object Object]Hjá U12 gentum gjørdist H71 vinnari. H71a vann 7-6 á Neistanum. VB1 gjørdist nummar trý

[object Object]H71 vann eisini kappingina fyri U12 dreingir. H71a vann finaluna 13-12 á H71b. Tjaldur gjørdist nummar trý

[object Object]Hjá U14-dreingjunum gjørdist Neistin greiður vinnari. Neistin 1 vann 25-13 móti Kyndli. Team Klaksvík gjørdist nummar trý

[object Object]H71 vann kappingina fyri U14 gentur. H71b vann 14-6 í finaluni móti Tjaldur 2. VÍF gjørdist nummar trý

[object Object]Kyndil vann kappingina fyri U16 gentur. Kyndil a vann 17-10 á H71 í finaluni. EB gjørdist nummar trý.

[object Object]Kappingin fyri U16 dreingir gjørdist sera spennandi. Man tað var greitt, at H71 fór at finna, tí a- og b-liðið hjá felagnum úr Hoyvík høvdu spælt seg í finaluna. H71a vann 17-16. EB gjørdist nummar trý

Heimasíða

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021

64 Leygardagur 07. august 2021

Inter: Christian Eriksen er væl fyri

Mikudagin, nærum tveir mánaðir eftir, at hann small um á vøllinum, vitjaði danski miðvallarin italska felagið – framtíð hansara í felagnum er ógreið, men hann er væl fyri kropsliga og sálarliga

Christian Eriksen fekk ein hjartatilburð í EM-dystinum móti Finnlandi 12. juni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski landsliðsleikarin í fótbólti, Christian Eriksen, hevur nú verið og vitjað hjá Inter, har hann hevur spælt síðan 2020. Hann hitti formannin, venjaran, liðfelagar og onnur, sum vóru knýtt at felagnum.

Sambært Inter var hann væl fyri, bæði kropsliga og sálarliga. Hann fer at fylgja eina ætlan, sum danskir læknar í Keypmannahavn hava gjørt, og fara teir at fylgja við gongdini hjá honum. Læknatoymið hjá Inter verður eisini kunnað um hetta, skrivar italska felagið.

Fólk fingu ein skelk, tá Christian Eriksen small um á fótbóltsvøllinum í Keypmannahavn undir EM-dystinum móti Finnlandi. Dysturin varð steðgaður, meðan Christian Eriksen fekk lívbjargandi fyrstuhjálp og varð koyrdur á Ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar. Dysturin varð síðani tikin uppaftur seinni á kvøldinum, og endaði Finnland við at vinna 1-0.

Umleið eina viku seinni varð Christian Eriksen útskrivaður av sjúkrahúsinum eftir at hava verið undir skurði. Hann hevur fingið eina ICD-eind setta til hjartað, eitt lítið tól, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað steðgar.

Síðani hevur spurningurin verið, hvussu hetta fer at ávirka yrkisleiðina hjá Christian Eriksen sum fótbóltsleikari. Italia hevur nevniliga strang krøv til ítróttafólk við hjartasjúkum. Har er tað ikki so einfalt at sleppa at íðka ítrótt á høgum støði, um mann hevur fingið ein kvikil, sum Christian Eriksen hevur fingið.

Sambært Ritzau skrivar Inter einki um, hvørt ætlanin er, at Christian Eriksen skal halda fram í felagnum, ella við fótbólti yvirhøvur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2021