Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 14. august 2021 | Nr. 33 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

12 skamtar fyri skeyti á útoyggj

SíÐa 2

1 Leygardagur 14. august 2021

Góðan lesihug og góða ovastevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Gevið heldur teimum, ið treingja, skamtirnar

Panikkur tykist at vera komin í koppsetingarherferðina hjá landsstýrinum. Eftir at tann fyrsti helmingurin av fólkinum – eftir aldri – er koppsettur sambært egnum vilja, er stígur komin í.

Nú verður farið út um oyggjarnar at leita eftir fólkum, sum eru sinnað at lata seg prikast í royndini at uppnáa floksórin fyri koronasmittuni.

Í vikuni varð flogið við tyrlu til avbyrgdu útoyggjarnar at leita eftir áhugaðum, og eisini hevur eitt útsent koppingartoymi verið í Vágum í royndini at náa floksórin í landinum.

Vit unna sjálvandi útoyggjabúgvum hjartaliga at sleppa undan at skula av oynni fyri at verða koppsett, sama við vágafólki.

Kortini tykist tað sum um koppsetingarherferðin hjá landsstýrinum er við at missa flogið, kanska serliga eftir at vit fingu okkara part av stóra pakkanum av koppsetingarevni, sum rumenar ikki vildu hava, og tí seldu til Danmarkar.

Málið hjá landsstýrinum um floksórin verður jú ikki nátt, tí samstundis sum sjálv smittan gerst veikari og meira smittandi – soleiðis er við slíkum virus – so veksur lutfalsliga kravið til floksórin.

Floksórin er tí eitt mál, ið minni og minni gevur meining. Serliga nú børn niður í 12 ára aldur verða biðin um at koppseta seg, hóast koppsetingin onga ávirkan hevur á teirra møguleika fyri at verða smittað. Teirra insitament er tí einans at hjálpa myndugleikunum at náa ein málsetning, og spurningurin er um tey vilja tað, tí 12 til 16 ára gomul eru ikki bíttari enn so, at tey síggja á Youtube og øðrum støðum herferðina hjá teimum, sum halda tað øvugta sum heilsumyndugleikarnir og ávara ímóti, at koppsetingin er vandamikil.

Og órinið verður neyvan heldur nakrantíð nátt, serliga tí nátúrligu grund, at einasta veruliga heilsufrøðiliga ekspertisa í sjálvum landsstýrinum, maðurin, ið er settur at umsita mentanar- og uttanlandspolitikki, hevur kolldømt ætlanini, tí hann ikki trýr henni.

Og uttan at hetta hevur fingið avleiðingar fyri landsstýrismannin. Ein óskiljandi avgerð, sum ikki kemur at raka mannin sjálvan politiskt, men í stóran mun hevur og kemur at skala umdømið og eftirmælið hjá løgmanni, tí hann stendur eftir sum leiðarin, ið ikki megnaði at fáa síni landsstýrisfólk at ganga í takt.

Vit rokna ikki við, at óhefta tíðindadeildin hjá Kringvarpinum framhaldandi fer at lata seg brúka sum hent amboð í herferðini, og ókritiskt varpa út hvussu gott tað følist hjá fólki, sum hava fingið prikið frá heilsuverkinum, sum var tað nakað fantastiskt. Tað má eisini vera eitt mark fyri hvussu leingi upplatingartíðir hjá støkk-upp koppsetingartilboðum og smittutøl eru høvuðsnýggjheitirnar í tíðindasendingunum.

Heilsu- og koppsetingarmyndugleikin eigur tí nú at umhugsa av álvara, um yvirskotsskamtarnir hjá okkum, ikki høvdu gjørt nógv meira gagn í øðrum pørtum av heiminum, har tørvurin er nógvar ferðir størri enn okkara.

Við at hyggja at uppgerðini yvir heimsins lond  síggja vit, at Føroyar eru sera væl við í royndini at fáa so nógv sum gjørligt at lata seg koppseta sjálvboðin.

Her sæst eisini, hvar tørvurin á yvirskotsskamtunum er størstur, og skamtarnir tí kundu verið sendir til.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4268

    Lisnar síður: 13180

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 14. august 2021

12 skamtar fyri skeyti á útoyggj

Tað er so mikið nógv koppingarevni í landinum, at tað nú verður mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti. Tá eitt koppsetingartoymi prikaði 23 fólk á útoyggj týsdagin, fóru 12 skamtar til spillis

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er nógv til av koppingarevni ímóti koronu í landinum. Í øllum førum verður tað nú mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti, tá koppsett verður á útoyggj.

Týsdagin fór eitt koppsetingartoymi hjá Sjúkrahúsverkinum út á seks smáar oyggjar og koppsetti 23 fólk.

At flyta koppingarevni er trupult og hevur við sær, at nakrar fara til spillis. Í hesum førinum fóru 12 skamtar fyri skeyti.

- Vit vita, at vaksinan er trupul at flyta tá hon er tiðna. Men nú hava vit nokk av koppingarevni, so nú hildu vit, at hetta var rætta løtan at gera tað. Eisini um nakrir skamtar fara fyri skeyti, segði landsæknin við Degi og viku hendan dagin um avgerðina at fara á útoyggj at koppseta borgarar.

Talan var um 20 fólk, sum fingu fyrra prikið og trý, sum fingu tað seinna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hetta er ein liður í at bjóða øllum føroyingum - eisini teimum, ið ikki eru so flytfør - koppseting móti covid-19, sigur Sjúkrahúsverkið.

Við á túrinum vóru sjúkrarøktarfrøðingur, læknalesandi, læknaskrivari, lækni og stjórnarfulltrú. Umframt hetta varð landslæknin Lars Fodgaard Møller við eftir egnum ynski.

[object Object](Mynd: Sjúkrahúsverkið)

Ikki eyka kostnaður hjá Sjúkrahúsverkinum
Tað kostar 35.000 krónur um tíman, og annars 585 krónur fyri hvønn minutt um vanligir borgarar ynskja at leiga tyrluna hjá Atlantsflogi.

Tey, sum kenna hesar prísirnar hvukku helst við, tá eitt koppsetingartoymi hjá Sjúkrahúsverkinum var á ferð við tyrlu á útoyggj og koppsetti í ein heilan dag.

Men hetta kemur undir sjúkraflutning, upplýsir Sjúkrahúsverkið. Tí kostaði hesin túrurin ikki Sjúkrahúsverkinum nakað beinleiðis.

Tyrlutænastan hjá Atlantsflogi er á fíggjarlógini á hvørjum ári. Samlaði kostnaðurin er 44,4 milliónir krónur og er partur av sáttmála sum er gjørdur millum landsstýrið og Atlantsflog. Sáttmálin hevur við sær at Atlantsflog millum annað átekur sær veiting av innanoyggja fólkaflutningi, farmaflutningi og postflutnigni, leiting og bjarging umframt sjúkraflutning.

Sambært fíggjarlógini skal Atlantsflog hava tyrlutilbúgving alt samdøgrið. MRCC samskipar virksemið, men onnur ráð og stovnar nýta eisini tyrlurnar eftir nærri avtalu, til dømis til sjúkraflutning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021

3 Leygardagur 14. august 2021

Upp ímóti hálvthundrað bátar á regatta

Eini 150 bátar vóru seinnapartin í gjár við í regattasiglingini Eiði til Hósvíkar seinnapartin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í góðveðrinum seinnapartinum í gjár fóru eini 150 bátar um brúnna við Streymin.

Fleiri stórir sonevndir gardinbátar, men eisini fleiri av tí gamla slagnum umframt nógvir árabátar.

Sí nakrar myndir niðanfyri. Fleiri myndir síggjast her.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

4 Leygardagur 14. august 2021

Algublómingin avmyndað úr rúmdini

Tað tykist, sum hon breiðir seg móti Føroyar, men føroyskir havfrøðingar ivast í, um slíkar algur kunnu breiða seg yvir um Hetlandsrennuna

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Myndir av Hetlandi, tiknar úti úr rúmdini, avdúka, at ein rættiliga stór uppblóming av algum er at síggja eystan fyri Hetland. Og uppblómingin sær eisini út til at breiða seg norður móti Føroyum. 

Tað er alment atgeingiligar myndir hjá European Space Agency, sum avdúka hesa uppblóming. Myndirnar eru tiknar ein kláran dag í juni.

Í summar hevur fleiri ferðir verið staðfest, at sjógvurin kring Skotland hevur fingið grønbláan lit orsaka av alguvøkstri.

[object Object]

Talan er um um smáar kálk-flagellatar - á enskum coccolithophores - sum hevur litað sjógvin fram við skotsku strendurnar blágrønan í summar, skrivar BBC.

Slíkar kálkalgur eru ikki skaðiligar fyri annað lív á sjónum. Hinvegin er tað tann alguvøksturin, ið sæst best við mannaeygum og av myndatólum á fylgisveinunum í ringrás um jørðina.

Heilsufrøðiliga tryggjar matgóðsku

Tær algur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan herfyri ávaraði ímóti, síggjast ikki við berum eygum.

- Okkara uppgáva er at tryggja góðskuna á matvørum í Føroyum, og tí gjørdu vit av at senda eina ávaring út, tá kavarar, ið heinta skeljadjór til sølu, komu inn við royndum, sum vístu munandi øking av algum.

- Vit noktaðu teimum tí at taka meira av hesum tvískeljum fyribils í firðunum har stór mongd av skaðiligum algum vórðu staðfestar. Og av tí, at talan er um vandamiklar algur, sum kunnu gera skaða á heila og nervalagið, valdu vit eisini at senda út eina almenna ávaring, tí vit vita, at tað eru nógv, ið taka skeljar til egið brúk, sigur Bjørg Mikkelsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Fráboðanin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni 

Frá hetlendsku rakettstøðini

Tað er Jacques Meheut, sum arbeiðir fyri Shetland Space Centre/Saxa Vord UK Spaceport í Unst í Hetlandi, sum hevur sett myndina saman út frá algeingiligum fylgisveinamyndum frá evropeiska rúmdarstovninum.

Enn er henda útbreiðslan av kálk-algum ikki staðfest í Føroyum í ár.

Vit hava fingið eina loftmynd af Føroyum sendandi frá Jacques Meheut, sum tó stavar frá juni mánaði, sum vísir bláar strípur beint vestan fyri oyggjarnar.

[object Object]

Men á Havstovuni verður ivi sáddur um, hvørt hesar strípurnar, sum síggjast eystan fyri Føroyar, eru algur.

Sólvá Káradóttir Eliasen, havfrøðingur á Havstovuni heldur, at talan má vera um lág skýggj, tí strukturin líkist meira skýggjum, og líkist heldur ikki algunum, ið síggjast á myndini frá Hetlandi.

- Eg ivist eisini í útsøgnini úr Hetlandi um, at algurnar hava breitt seg til Føroyar. Slíkar aldur finnast ovarlaga í sjónum, og strukturin av sjónum millum Hetland og Føroyar er soleiðis, at tað ið liggur í vatnskorpuni ikki rekur tvørtur um djúpu Hetlandsrennuna til Føroyar, sigur Sólvá Káradóttir Eliasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

5

Størv

Starvsfólk til betongarbeiðið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Spennandi HR-starv á stjórnarskrivstovuni á Glasi

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Hevur tú námsfrøðiliga útbúgving og vilt menna børn á Eiði?

Meira Umsóknarfreist:

Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 01. apríl 2024

Fulltrúi til Mentanardeildina (Farloyvisstarv)

Meira Umsóknarfreist: 11. apríl 2024

Farloyvisstarv til bókhaldið hjá Poul Hansen samtakinum

Meira Umsóknarfreist: 31. mars 2024

KJ søkir mekanikarar

Meira Umsóknarfreist: 29. mars 2024

Byggileiðari til ArtiCon

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

KT-verkætlanarleiðari til TAKS

Meira Umsóknarfreist: 16. apríl 2024

Starv sum húsavørður í Løgtinginum

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Kt-trygdarfólk

Meira Umsóknarfreist: 14. apríl 2024

Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betri Banka

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 14. august 2021

Tey fingu riddarakrossin

Løgmaður, trý listafólk, fyrrverandi umboðsmaður løgtingsins og landslæknin vóðru heiðrað tá drotningin vitjaði í Føroyum

Frá vinstru Bárður á Steig Nielsen, Eivør Pálsdóttir, hennara hátign Margreta drotning, Sólja í Ólavsstovu, Lars Fodgaard Møller og Edward Fuglø
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Margreta drotning í farna mánaði var á almennari vitjan í Føroyum, heiðraði hon eisini – sum siður er – nøkrum fólkum við riddarakrossi.

Fleiri føroyskir miðlar hava longu kunngjørt hvørji fingu krossin, men enn er almenna fráboðanin ikki komin frá Kongshúsinum, og nøvnini á teimum, ið vórðu bringuprýdd á hesum sinni eru heldur ikki enn kunngjørd á almenna listanum yvir móttakarar av heiðurinum 

Men nú hevur ein av móttakarunum, Eivør Pálsdóttir, víst myndir á sosialu miðlunum av hendingini, tá drotningin prýddi hana við riddarakrossinum. 

[object Object]

Tey, ið fingu Riddarakrossin á hesum sinni vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sólja í Ólavsstovu, fyrrv. Løgtingsins Umboðsmaður, Lars Fodgaard Møller, landslækni, myndlistamaðurin Edward Fuglø, sangarinnan Eivør Pálsdóttir og sangarin Teitur Lassen, sum ikki var heima meðan drotningin var her, og tí ikki við á felagsmyndini saman við drotningini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021

7 Leygardagur 14. august 2021

Keypti høgguslokk fyri 560.000 krónur

Bitcoin milliardingurin við ættarbondum í Føroyum hevur stuðlað Den Blå Planet við serligum keypi

(Mynd: Den Blå Planet)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Litríki bitcoin-milliardingurin, sum sambært Dimmalætting kallar seg fyri 97 prosent føroying, Niklas Nikolajsen von Karlshof, hevur keypt ein átta-armaðan høgguslokk fyri 560.000 krónur.

Um ólavsøkumundið vitjaði ríkmaðurin í Føroyum saman við konu og børnum, og her gjørdi hann eitt nú íløgur í føroyska list fyri nógvar tíggjutúsund krónur, frættist.

Nú frættist so eisini, at hann hevur gjørt íløgu í ein høgguslokk.

Men tað er meira ein stuðul enn ein íløga. Talan er um eitt av dýrunum í Den Blå Planet, stóra framsýningarsjósavninum nærhendis lufthavnina í Keypmannahavn.

Den Blå Planet er komin í fíggjarligar trupulleikar orsaka av corona, og til tess at savna pengar til raksturin, lýsti akvariið í summar nøkur av dýrunum til sølu.

Átta armaði høgguslokkurin, kallaður Otto, var eitt at dýrunum, ið varð lýst til sølu, og í farnu viku kundi TV2/Lorry so avdúka, at “føroyingurin” á slottinum Karlshof í Sveits, hevur keypt Otto fyri 560.000 krónur.

- Vit eru Niklasi sera takksom fyri at stuðla okkum við hesum keypinum, sum ger at vit kunnu hava ein høgguslokk her á akvariinum og hava ráð til at fóðra hann í minst fimm ár afturat, sigur stjórin fyri Den Blå Planet, Jon Diderichsen, sum eisini takkar fyri aðrar gávur, sum stovnurin hevur fingið eftir at Den Blå Planet fór út við eini lýsingarherferð, har sølan av djórunum meira var meint sum eitt ‘gimmick’.

Henda gávan einsamøll tryggjar ikki raksturin, men stjórin vónar, at gávumildnið hjá Niklas Nikolajsen von Karlshof kann eggja øðrum til eisini at gerast eigarar av onkrum av djórunum ella fiskunum í Den Blå Planet. Har eru bæði hemarar og otrar ‘til sølu’.

Tað er kostnaðarmikið at hava eitt stað sum Den Blå Planet koyrandi. El-rokningin er 7,5 milliónir um árið, og hartil eru 21.000 munnar at metta hvønn dag.

Um hví hann valdi júst at stuðla við at keypa høgguslokkin, sigur bitcoin-milliardingurin:

- Høgguslokkurin er ein heilt serligur skapningur. Næstan sum ein rúmdarvera á jørðini. Hann er so ólíkur okkum, men eisini ein sera vitug vera. Ein kann ikki lata vera við at gerast hugtikin, tá ein sær ein høgguslokk, sigur langabbasonur J. F. Kjølbro. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021

8 Leygardagur 14. august 2021

Góðir grindapartar

Tey sum vóru í teimum báðum grindadrápunum týsdagin fingu væl í sín part, hóast grindirnar vóru smáar. Í Skálafirði og í Klaksvík vóru drápspartarnir ávikavist 0,7 og 0,61 skinn

Í Skálafirði í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey sum vildu hava grind og vóru á meginøkinum høvdu í øllum førum møguleikan í vikuni. Ikki færri enn tvær grindir løgdu beinini týsdagin.

Í Skálafirði vóru 24 hvalir hildnir til um 14 tíðina í gjár. Tað vóru 280 skinn, sum vórðu býtt í 314 rakstrar- og drápspartar upp á 0,7 skinn. Hvalirnir vóru í miðal 11,67 skinn.

38 hvalir løgdu beinini í Klaksvík í gjárkvøldið. Hvalirnir vóru nakað smærri, og miðaltalið var 7.89 skinn. Tilsamans taldu teir 300 skinn, sum vóru skift í 399 rakstrar- og drápspartar upp á 0,61 skinn.

Tað má sigast at vera góðir grindapartar, tá talan er um so smáar grindir.

Eitt skinn av grind er 50 kilo tvøst og 25 kilo spik.

Samanlagt níggju grindinir eru hildnar til í Føroyum higartil í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

9 Leygardagur 14. august 2021

Vil ikki hava ólavsøkuna á Skálatrøð aftur

Tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð, sigur borgarstjórin í Havn

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu árini hevur stórur partur av ólavsøkuni verið savnaður á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Í ár var øðrvísi, tí í royndini at spjaða ólavsøkugestir í mestan mun, vóru ymsu básarnir og tiltøkini staðsett runt í miðbýnum.

- Mín greiða støða er, at tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð. Vit skulu útnytta býin betur, í minstan mun stúva fólk saman, men hava eina meira spjadda ólavsøku fyri allar aldursbólkar, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu á heimasíðuni.

Hann sigur eisini, at nevnt hevur verið at ólavsøkan átti at rokkið niðan í Gundadal við hópin av tiltøkum. Hetta verður umhugsað nú eisini stórt torg verður gjørt frammanfyri Tórsvøll og við hinar vøllirnar.

[object Object]Fleiri tiltøk vóru uttanfyri ráðhúsið (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Nevnt hevur verið, at hugnaligu, smáu og spjaddu konsertirnar hepnaðust avbera væl og órógvaðu als ikki samskiftið millum fólk. Tað bar til hjá fólki at tosa saman, fólk góvu sær veruliga stundir at práta og sjáldsama mong vóru at síggja í føroyskum klæðum.

- Vit hava onga fráboðan fingið um, at nakar varð smittaður við koronu á ólavsøku. Vit valdu at trúgva, at fólk fóru at vera ansin og at vísa ábyrgd – tað sama vóna vit, nú stórt tiltak verður í Vágsbotni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2021

10 Leygardagur 14. august 2021

Kia mest seldi bilur í ár

Hálvársuppgerðin hjá Akstovuni vísir, at suðurkoreanska bilmerkið er tað best umtókta millum føroyingar

(Mynd: Bilrøkt)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Akstovan hevur gjørt bilasøluna upp fyri seinasta hálvárið, og greitt er, at suðurkoreanska bilmerki, Kia, er mest seldi bilur í Føroyum higartil í ár.

25 bilar av merkinum Kia fóru um diskin hjá Bilrøkt í juli mánaði, og tað ger merkið eisini til mest selda í juli.

Toyota sum Reyni Service umboðar, er á øðrum plássi við 21 bilum meðan Volkswagen er triðmest seldi bilur í juli við 19 bilum.

Hetta er eisini raðfylgjan í hálvársuppgerðini. Tilsamans 193 Kiabilar eru seldar frá januar til juli í ár. 169 Toyota og 156 Volkswagen.

Topp tíggju í juli

1. Kia (25 akfør)
2. Toyota (21 akfør)
3. Volkswagen (19 akfør)
4. Mercedes-Benz (13 akfør)
5. Volvo (11 akfør)
6. Brenderup (10 akfør)
7. Suzuki (10 akfør)
8. Citroen (8 akfør)
9. Ford (8 akfør)
10. Hyundai (8 akfør)

Topp 10 januar til juli

1. Kia (193 akfør)
2. Toyota (169 akfør)
3. Volkswagen (156 akfør)
4. Ford (137 akfør)
5. Volvo (128 akfør)
6. Hyundai (127 akfør)
7. Mercedes-Benz (85 akfør)
8. Renault (85 akfør)
9. Citroen (66 akfør)
10. Suzuki (64 akfør)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

11 Leygardagur 14. august 2021

Løgmaður til IOC: Føroyar hava OL-limaskap uppibornan

Bárður á Steig Nielsen hevur sent altjóða olympisku nevndini eina áheitan

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Føroysk ítróttarfólk eiga at sleppa at luttaka undir egnum flaggi til olympisku leikirnar.

Tað sigur Bárður á Steig, løgmaður, millum annað í almennari áheitan til altjóða olympisku nevndina IOC. Síðan OL í Beijing í 2008 hava fýra føroyingar, uppvaksnir í Føroyum, luttikið á olympiskum leikum.

- Hetta ber millum annað boð um, at støði á føroyskum ítrótti er høgt, og í summum førum í heimsklassa, sigur Bárður á Steig Nielsen í skrivinum.

Tey fýra eru rógvari Katrin Olsen í Beijing 2008, svimjarin Pál Joensen í London 2012 og Rio 2016 nú í Tokyo 2020 (2021) rógvarin Sverri Sandberg Nieolsen og hondbóltsleikarin Jóhan á Plógv Hansen.

Løgmaður vísir eisini til limaskapir í øðrum samanhangi, eitt nú í altjóða paralympisku nevndini IPC og altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Tí er tíðin nú búgvin til, at IOC broytir fatan, og at føroyska flaggið eisini verður at síggja á olympiskum leikvøllum, heldur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

12 Leygardagur 14. august 2021

Betri atløguumstøður á Eiðinum

Umvælda og útbygda atløgubryggjan verður væntandi tikin í nýtslu aftur í næstu viku

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Byggifelagið Kanjon hevur í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Teir hava longt atløgubryggjuna við 10 metrum, og hækkað hana við einum hálvum metri, eins og tann nýggja er. Eisini verður 1,5 metra høgur verjugarður á havnarlagnum.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at umleið 550 rúmmetrar av betongi eru brúktir til havnarútbyggingina. Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, harímillum ein mobilan krana, eina gravimaskinu við last og tveir betongbilar.

Ritan siglir vanliga um 60-70 prosent av túrunum á Eiðið, meðan restin verður siglt á Víkina. Tað tekur 35 minuttir at sigla á Eiðið úr Hvannasundi, meðan tað tekur 65 minuttir á Víkina. 

Við nýggju atløguviðurskiftunum á Eiðinum fer tað nú í fleiri førum at bera til at leggja at á Eiðinum. Serliga eru tað høgættirnar, sum eru ringar á Eiðinum, meðan tær eru góðar á Víkini.

- Hetta fer at hjálpa væl. Tað munar sera nógv, at skipið sleppur inn um endan á bryggjuni. Tað sluppu vit ikki frammanundan. Afturat tí bøtur hækkaða bryggjan og verjugarðurin sera væl um, sigur Árni Joensen, skipari á Rituni, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Væntandi kann Ritan taka nýggju bryggjuna á Eiðinum í brúk einaferð í næstu viku. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

13 Leygardagur 14. august 2021

Kaldbaksfólk mótmæla asfaltverki

Kaldbaksfólk heita á Tórshavnar býráð at virða lív og heilsu hjá borgarum við Kaldbaksfjørð og steðga ætlanunum at byggja hetta asfaltverk

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umleið 80 prosent av fólkinum í Kaldbak hava skrivað undir eitt mótmæli móti ætlaða asfaltverkinum á Sundi.

Kaldbaksfólk heita á Tórshavnar býráð at virða lív og heilsu hjá borgarum við Kaldbaksfjørð og steðga ætlanunum at byggja hetta asfaltverk.

Víst verður í skrivinum á, at ongar árinskanningar eru gjørdar av asfaltverkum í Føroyum, og at tað er ógjørligt at nýta danskar kanningar til endamálið, tí royk-, luft-, vatn- og ljóðdálking hátta sær øðrvísi, tá talan er um útlát í einum øki við høgum fjøllum og einum smølum firði.

- Við einum dálkandi asfaltverki ávikavist 300 og 900 metrar frá bygdum øki, er bygdini ikki lív lagað. Í løtuni aftra ung fólk seg við at seta búgv í Kaldbak orsakað av útlitinum til dálkandi virksemi á vinnuøinum á Sundi, verður sagt at enda í mótmælinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti mótmælinum og takkaði fyri. Hann gjørdi vart við, at mótmælið beinanvegin verður journaliserað og latið viðkomandi nevndum til viðgerðar, áðrenn tað kemur til politiska viðgerð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

14 Leygardagur 14. august 2021

– Fleiri lond hava havt avbjóðingar við el-rennihjólum

Í sambandi við spurningin um, hvørt el-rennihjól eiga at verða lóglig í Føroyum, vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at el-rennihjól hava givið fleiri avbjóðingar fyri ferðslutrygdina í øðrum londum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 30. juli legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn, sum kundu leigast í Havn umvegis appina Hopp Scooters. Orsøkin var, at tey sambært Akstovuni vóru ólóglig, tí tey eru at rokna sum lítlar breytmotorsúkklur – pocketbikes.

El-rennihjólini eru framvegis í varðveitslu hjá løgregluni, men Ebbi Asgeirsson, sum rekur fyritøkuna Hopp Tórshavn heldur ikki, at tey eru ólóglig, og hevur hann ein sakførara, sum arbeiðir við málinum.

Nú kjak hevur stungið seg upp um, hvørt el-rennihjól eru lóglig, ella um tey eiga at verða lóglig í Føroyum, kemur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini við sínum ískoyti.

Ráðið vísir á, at í londum kring okkum hava tey havt avbóðingar av el-rennihjólunum.

– Í summum londum verða el-rennihjólini flokkað sum súkklur, aðrastaðni sum prutl. Tað er avgerandi munur á hvussu akførini kunnu koyra og hvar tey kunnu vera, alt eftir hvussu tey eru flokkaði. Í Føroyum er ikki óvanligt at súkkla á gongubreytini, hóast tað ikki er loyvt, tí tann súkklandi kennir hetta tryggari. Men eitt el-rennihjól koyrir munandi skjótari og er hartil ljóðleyst. Tey kunnu tí vera til vanda og ampa fyri gangandi. Á koyribreytini eru tey hartil smá og kunnu vera torfør at síggja, umframt at tað kann vera trupult at meta um ferðina. Tí eru tey serliga útsett millum bilarnar, skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd millum annað.

Eisini er ymiskt, hvussu el-rennihjólini verða flokkaði av tryggingarfeløgunum, og tí er altíð neyðugt at spyrja seg fyri hjá egnum tryggingarfelagi. Men av tí at el-rennihjól ikki eru loyvd í Føroyum, er tað ikki vist at nøkur trygging tekur við, um tú fært skaða, ella gert skaða á fólk ella lutir á el-rennihjóli í Føroyum, skrivar ráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

15
Leygardagur 14. august 2021

Niðurstøðan hjá skaðanevndini fyriliggur ikki fyrr enn í oktober

Bíðitíðin á tveir mánaðir kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera

Eivind verður sleipaður til Havnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Frystilínuskipið Eivind sigldi undanfarna mánadag á Flesjarnar. Skipið varð tømt fyri olju og sleipað til Havnar dagin eftir - tað fekk so at siga ongan nevniverdan skaða í støðuni. 

Danska skaðanevndin varð í vikuni liðug at kannað málið, men niðurstøðan verður ikki latin Sjóvinnustýrinum ikki fyrr enn um tveir mánaðir. Langa bíðitíðin kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera, veit Kringvarpið at siga.

Skaðanevndin hevur millum annað kannað, um manningartalið umborð var tað rætta í mun til krøvini, ið er seks mans, tá óhappið hendi. Um tað ikki er hetta, er møguleiki fyri, at málið verður lagt fyri rættin, sambært kvf.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

16
Leygardagur 14. august 2021

Brimil sleipaði garnaskip á Havnina

Skipið, ið hevði maskintrupulleikar, varð statt 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin varð vaktarskipið Brimil boðsent at sleipa eitt garnaskip á Havnina.

Skipið, sum varð statt 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum, hevði maskintrupulleikar, skrivar Vørn.

Sambært Kringvarpinum var talan um Thor. Tað tók Brimli 19 tímar at sleipa skipið á Havnina.

Thor er smíðað á Bolsønes, í Noregi í 1963. Skipið hoyrir heima í Hósvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

17
Leygardagur 14. august 2021

Gera lokaðar alieindir til Hiddenfjord

MEST er við til at gera serligar konstruksjónir, sum skal tryggja lúsafría aling á Sørvágsfirði

(Mynd: MEST)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú er partur av útgerðini til teir lokaðu aliringarnar hjá Hiddenfjord komin á bryggjuna á Skála. Talan er um sera stórar stálkonstruksjónir, sum MEST fer at seta saman á bryggjuni á Skála komandi vikurnar.

Talan er um tríggjar lokaðar ringar uppá 15.000 rúmmetrar, sum verða uppbygdir við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Innilokaðu ringarnir verða settir út í Sørvágsfirði og skulu ætlandi verða til við til at minka um vandan fyri laksalús.

Fyrstu eindirnar verða væntandi settar úr á Sørvágsfirði í oktober.

[object Object]
(Mynd: MEST)

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, greiddi týskvøldi frá ætlaninini í Degi og viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021

18
Leygardagur 14. august 2021

19 av 26 umsøkjarum fingu part av kvotuni

1.900 tons av makreli og 3.700 tons av norðhavssild vórðu í ár settar av til vinnuligar fiskiroyndir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2021 eru 1.900 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 18. juni 2021. Fiskimálaráðið fekk 11 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.200 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 8 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.900 tonsini, sum vóru tøk. 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2021 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin varð sett til mánadagin 3. juni 2021.

Fiskimálaráðið fekk 15 umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 14.250 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 11 umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 3.700 tonsini, sum vóru tøk. Ein umsøkjari tók umsóknina aftur, og 3 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.

Av teimum átta umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru seks til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu.

Tvær umsóknir eru latnar til reiðarí / skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum.

Av teimum ellivu umsóknunum um part av sildakvotuni, ið eru gingnar á møti, eru sjey latnar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina, soleiðis at virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Fýra játtanir eru givnar til reiðarí / skip. Av hesum skulu trý av skipunum gera ymiskar royndir við trolútgerðini, so hendan er minni orkukrevjandi, samstundis sum roynt verður at bøta um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum. Hin fjórða umsóknin er latin til eitt skip, sum í samstarvi við virki á landi skal virka sildina, so virðisøkingin verður størri.

Umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið og virðisøking av veiðuni.

Eins og undanfarin ár verða í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild settar nakrar serligar treytir, sum tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. desember 2021.

Fiskimálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

19 Leygardagur 14. august 2021

Bogi Hansen, havfrøðingur: Føroyar mugu fremja tiltøk nú

Vit fáa ikki steðgað veðurlagsbroytingunum, men verða ikki ógvuliga strong tiltøk gjørd nú, so verður støðan bara verri

Bogi Hansen, havfrøðingur heldur landsstýrið má vísa í verki, at tað ynskir at fremja tiltøk móti veðurlagsbroytingunum. Her í Degi og Viku.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bogi Hansen, sum er havfrøðingur og sum hevur gjørt seg galdandi innan altjóða gransking og eitt nú hevur skrivað bók um veðurlagsbroytingar, er ikki í iva. Hann heldur vit í Føroyum eiga at taka seinastu frágreiðingina hjá ST um veðurlagsbroytingar í størsta álvara.

[object Object] 

Sjónvarpsverturin John Johannesen setti veðurlagsbroytingar á breddan í Degi og Viku í gjárkvøldið. Gesturin var Bogi Hansen, havfrøðingur.

Hann vísti í Degi og Viku sendingini í Kringvarpinum í gjár á, at niðurstøðurnar frá tí fyrstu frágreiðingini hjá IPCC fyri nógvum árum síðani vóru í høvuðsheitum tær somu sum í tí seinastu frágreiðingini, har sagt varð, at jørðin fer at hitna. At upphitingin  stavar frá menniskjum, og har nógv ymisk veðurfyribrigdi fylgja við. Tað er tann sami høvuðsboðskapurin, sum alla tíðina hevur verið, men tann stóri munurin millum tá og nú, er tann, at tá var tað teori. Nú er tað bygt á kendar nátúrlógir sum, at sohvørt sum CO2 innihaldið og onnur evni í luftini vaksa, so fer jørðin at hitna. 

Bogi Hansen, sum uttan iva er tann føroyingur, ið hevur gjørt mest vart við veðurlagsbroytingar og avleiðingarnar av teimum, sigur við Kringvarpið, at tað gevur onga meining longur, um vit menniskju halda fram við at hita jørðina. Tað gevur heldur onga meining longur yvirhøvur at diskutera, um vit menniskju hita jørðina. Tað er prógvað. Og sohvørt sum tað verður heitari, fáa vit nógv fleiri ekstremar veðurlagshendingar. 

- Í flestu londum, sum vit samanbera okkum við, hevur man sagt, at nú fara tey at gera nakað við støðuna, men tað hendir ikki í Føroyum segði hann við sjónvarpið í gjárkvøldið.  

Bogi Hansen ásannar, eins og tað verður staðfest í seinastu ST frágreiðingini, at man fær ikki steðgað veðurlagsbroytingunum. Tað er longu ov seint at gera tað, sum skal til fyri at halda Parísavtaluna frá 2015,  men fremur tú  ikki ógvuliga strong tiltøk nú, so verður støðan bara nógv verri. Jú meira tað hitnar, meira ógvuslig verða tey tingini, sum fylgja við. 

Føroyski havfrøðingurin og granskarin heldur føroyskir politikarar loksins mugu taka seg um reiggj. Hann vísir á, at tekur man tað uppskotið, sum landsstýrið hevur lagt fram, so hava tey her eina frálíka endamálsorðing:  

"Í 2030 er málið, at ferðsla, upphiting, vinnan á landi og partvíst orkunýtsla á sjónum, eru løgd um til varandi orkukeldur.” 

-Men trupulleikin er, at tað eru minni enn 8,5 ár til 1. januar 2030. Meinar landsstýrið hetta tað skrivar í síni endamálsorðing, so skulu ongar oljufýringar koyra og eingin olju- diesel- ella hybridbilur koyra á føroysku vegunum í 2030. Meinar tú hetta, so skal man byrja at siga fólki tað. Hetta skyldar landsstýrið Føroya fólki, ella skal man bara siga, at hetta meinti man kortini ikki. 

Kelda: Dagur og Vika

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

20 Leygardagur 14. august 2021

Biden við OPEC: Økið um oljuframleiðsluna

Amerikanski forsetin ber ótta fyri búskaparligu avleiðingunum í heiminum, um oljuprísurin heldur fram at hækka

Tað hevur stóran týdning fyri Biden forseta, at oljuprísurin ikki hækkar enn meira. Tí heitir hann á Opec um at økja um framleiðsluna.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Joe Biden, forseti í USA, hevur heitt á OPEC felagsskapin um at økja um oljuframleiðsluna til tess at forða fyri, at oljuprísurin hækkar enn meira. Hann ber ótta fyri avleiðingunum, sum ein høgur oljuprísur kann fáa fyri altjóða búskapin. Men hann hugsar her eisini og  ikki minst um prísin á bensini hjá vanliga brúkaranum í USA. 

Hóast OPEC+ londini herfyri avgjørdu at vaksa aftur framleiðsluna, sum londini longu hava avmarkað nógv, so heldur trygdarráðgevin hjá Biden, Jake Sullivan, at hesin vøksturin er als ikki nóg mikið til tess at steðga prísvøkstrinum, sum so aftur kann fáa vent búskaparligu gongdini í heiminum.

Tað hevur stóran týdning fyri Biden at halda síni vallyfti, har hann m.a.  legði dent á ikki at hækka skattin hjá meðalstættini eins og heldur ikki at gera tað dýrari hjá  bileigarum at fylla tangan. Kann hann fáa Opec at hækka framleiðsluna enn meira, eru líkindi fyri, at hetta m.a. kann varðveita verandi bensinprísir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

21 Leygardagur 14. august 2021

Shell rinda Nigeria 700 mió. kr. í endurgjaldi fyri oljudálking

Dálkingin fór fram undir Biafrakrígnum fyri fimti árum síðani

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bretski-hálendski oljurisin Shell skal rinda fólkinum í einum øki í afrikanska landinum Nigeria góðar 700 mió. kr. í endurgjaldi í eini sak um oljudálking fyri meira enn 50 árum síðani.

Partarnir hava við hesum gjørt eina semju um ábyrgdina av dálkingini og endurgjaldinum. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Shell skal rinda peningin til Ejama-Ebubu fólkið í syðra partinum av Nigeria.

Oljudálkingin fór fram undir Biafrakrígnum frá 1967 til 1970. Kríggið er eisini kent sum nigerianska borgarakríggið. Semjan er sambært fronsku AFP tíðindastovuni tann seinasta í eini røð av endurgjaldssakum í hesum ríka oljuframleiðandi partinum av Nigeria, har lokalsamfeløg í áratíggju hava stríðst fyri at fáa endurgjald fyri oljudálking og umhvørvisvanlukkur.

Shell hevur fyrr ført fram, at tað hevur ongantíð havt ein “fair” møguleika at verja seg móti krøvunum. Hinvegin hava umboð fyri lokala fólkið í Nigeria ført fram, at Shell hevur brúkt allar hugsandi snildir fyri at sleppa undan at rinda endurgjald fyri dálkingina.

Shell hevur higartil víst á, at tað er ein “triði” partur, sum hevur ábyrgdina av dálkingunum, og at felagið hevur bygt uppaftur alt tað, sum felagið annars kann hava oyðilagt. Nú er so semja gjørd, har fólkið í Nigeria fær fult endurgjald. Shell er annars tað oljufelagið, sum hevur gjørt flest íløgur í oljuvinnuna í Nigeria, men roynir felagið nú at sleppa sær av við sínar ognir í landinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

22 Leygardagur 14. august 2021

Boris Johnson: Kunnu ikki steðga oljuútbygging eystan fyri Føroyar

- Vit kunnu ikki bara bróta gjørdar avtalur sigur hann og vísir til loyvi, sum oljufeløg hava fingið í sambandi við Cambo kelduna

Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar sær ikki at ganga krøvunum frá umhvørvisfólki á møti, um at steðga útbygging av oljukelduni Cambo skamt frá føroyska markinum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Síðani mótstøða hevur tikið seg upp ímóti útbyggingum av nýggjum oljukeldum eystan fyri Føroyar hevur bretski forsætisráðharrin nú lagt seg út í orðaskiftið. Tað ber ikki til at bróta longu gjørdar avtalur sigur hann.

Spurningurin, um oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell skulu fáa loyvi til at fara undir útbygging av oljukelduni Cambo beint eystan fyri føroyska markið, er nú komin upp á hægsta stað, nevniliga á borðið hjá sjálvum breska forsætisráðharranum, Boris Johnson. 

Spurdur um hann ikki fer at steðga ætlanunum at geva loyvi til útbyggingina, nú beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í november, sigur Boris Johnson, at tað ber ikki til at bróta ein sáttmála, sum longu er gjørdur. Tað var nevniliga í 2001, at loyvi varð latið oljufeløgunum at gera íløgur í Cambofundið. "We can´t just tear up contracts", sigur forsætisráðharrin sambært Energy Voice, nú roynt verður at steðga hesi verkætlan vestan fyri Hetland 

Hetta segði hann á eini vitjan í Skotlandi í farnu viku, har hann vitjaði umborð á einum frálandsskipi, sum arbeiddi við at seta upp vindmyllur út fyri skotsku strondina. Boris Johnson vísti eisini  á, at í avtalu, sum er gjørd millum vinnuna og myndugleikarnar, so verða nýggj leitiloyvi ikki latin, uttan at hædd verður tikin fyri grøna skiftinum. 

Boris Johnson segði eisini við tíðindafólk, tá hann fylgdi arbeiðinum at seta upp vindmyllur, at Bretland fer at seta uppaftur meira ferð á at menna vindorkuna, soleiðis at hon kann vera við til at veita orku til milliónir av húsarhaldum. Og hann legði dent á og fegnaðist um, at hesar vindmyllur til havs gerast bara størri og størri.

Umhvørvisfelagsskapir hava higartil savnað 80.000 undirskriftir sum mótmæli móti ætlaðu útbyggingini av Cambo og annars móti øllum nýggjum oljuvirksemi yvirhøvur. Hesir eru Save the Children, RSPB, Oxfam, 350, Friends of the Earth, Green Alliance, Avaaz and Uplift. 

Teir vísa á, at Bretland, sum er vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni COP 26 í Skotlandi um nakrar fáar mánaðir, kann ikki loyva sær um somu tíð at geva loyvi til útbygging av eini stórari oljukeldu. 

Eisini umboð fyri bretska Labourflokkin og fyri Tey Grønu í Skotlandi hava mótmælt ætlanini. Hinvegin vísa umboð fyri eitt nú konservativa flokkin í Skotlandi á, at tað verður ein vanlukka  fyri Skotland, um alt nýtt oljuvirksemi nú skal steðgast. Tað fer at ganga út yvir tey meira enn 100.000 fólkini, sum arbeiða í hesi vinnuni. 

Eisini umboð fyri vinnuna vísa á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar, har vinnan bindur seg til at lækka CO2 útlátið. Víst verður eisini á, at skal oljuvirksemið í Norðsjónum steðgast ella avmarkast, so fer tað at merkja, at Bretland í framtíðini má innflyta olju úr øðrum londum. 

[object Object]
Cambo-oljukeldan liggur tætt upp at føroyska markinum. Í næstum verður avgjørt, um grønt ljós skal gevast til útbygging av hesi risastóru keldu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

23 Leygardagur 14. august 2021

Hava sett 30 milliardir evrur av til endurbyggingararbeiði

Týska samveldisstjórnin og stjórnirnar í teimum 16 týsku statunum deilast um útreiðslurnar – 180 fólk lótu lív í vatnflóðunum í juli, og nógvir bygningar fingu skaða

Mayschoss, Týskland (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týska stjórnin hevur sett 30 mia. evrur  av (uml. 220 mia. í okkara krónum) til endurbyggingararbeiðið eftir vatnflóðunum, sum raktu landið í juli, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.

Í minsta lagi 180 fólk lótu lív, umframt at nógvir bygningar eisini fingu skaða.

Týska samveldisstjórnin og stjórnirnar í teimum 16 týsku statunum deilast um útreiðslurnar, skrivar Ritzau.

Tað vóru statirnir Nordrhein-Westfalen og Rheinland-Pfalz, sum vórðu harðast rakt av vatnflóðunum. Í Nordrhein-Westfalen fer endurbyggingararbeiðið væntandi at kosta meira enn 13 mia. evrur.

Neyðugt hevur ikki verið at bygt so nógv heim uppaftur síðan 2. heimsbardaga, sigur Armin Laschet, leiðari í statinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

24 Leygardagur 14. august 2021

Framyvir verður VAR brúkt til A-landsdystir í Føroyum

Tað er bara spurningur um tíð, til vit hava eina ella aðra útgávu av VAR í føroysku landskappingini eisini, sigur dómaraleiðarin í FSF

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HM-undankappingardysturin móti Ísrael, sum verður á Tórsvølli mikudagin 1. september, verður søguligur. Talan verður nevniliga um fyrsta dyst í Føroyum, har VAR (Video Assistant Referee) fer at verða brúkt. Hesum boðar Fótbóltssambandið frá í dag.

Seinastu tvey-trý árini hevur VAR verið brúkt í stóru kappingunum kring evropa, umframt í bólkaspælinum í Champions League, Europa League, til HM-endaspælið í Russlandi í 2018 og í EM-endaspælinum, sum var á skránni í summar.

Men nú hevur UEFA avgjørt, at VAR eisini skal brúkast í HM- og EM-undankappingardystum hjá monnnum.

Millum fótbóltsfjepparar eru annars ymiskar meiningar um VAR – bæði fyri og ímóti. Men endamálið við VAR er heilt einfalt at hjálpa dómarunum at taka rættar avgerðir. Millum annað verður hetta gjørt við at geva dómaranum møguleikan at síggja støður umaftur, um hann møguliga hava mistikið seg.

VAR verður brúkt í støðum, tá talan er um rangstøðu, mál, brotsspørk, beinleiðis reyð kort og ella um dómarin hevur givið skeivum spælara gult ella reytt kort.

– Tað er altíð spennandi at fylgja við í menningini í samband við døming, og eg ivist ikki í, at tað bara er ein spurningur um tíð, til vit hava eina ella aðra útgávu av VAR í føroysku landskappingini. Nokk ikki á sama støði sum vit kenna tað nú, men upp á ein ella annað máta. Til dømis kann talan verða um “VAR light”, ið eru frá sjónvarpsframleiðslum, har 2 til 4 upptøkutól verða nýtt, sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Aftaná seinastu kapping í UEFA Nations League vórðu allir dystirnir eftirkannaðir av VAR. Og tá var niðurstøðan, at um VAR hevði verið brúkt, høvdu Føroyar allarhelst fingið tvey brotsspørk, sum ikki blivu dømd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2021

25 Leygardagur 14. august 2021

Evropeiska hitametið varð tikið

Máldu 48,8 hitastig í Siracusa á Sikiloy - enn er metið ikki alment viðurkent

Hitin er nógvur kring Miðjarðarhavið. Myndin er úr italska høvuðsstaðnum, Rom (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hitabylgjan í Suðurevropa sær nú út til at taka øll met fyri hita, sum vórðu máld í 1977. Í Siracusa á italsku oynni Sikiloy, ella Sisilia, vóru mikudagin máld 48,8 hitastig.

- Tað hevur ligið í veðurkortunum í eina tíð, at hitametini fóru at verða tikin í ár, tí tað hevur verið heitt so leingi. Men gongdin er ræðandi, sigur veðurfrøðingurin Kristian Gislefoss við NRK.

Gamla metið var 48,0 stig, sum vórðu máld í grikska høvuðsstaðnum, Athen, í 1977.

Sambært Gislefoss er tað ikki óvanligt við hitabylgjum hesa ársins tíð, men tað óvanliga er, at tær vara so leingi nú.

Tað serliga nú, er eitt hátrýst í økinum, ið nærum hevur “sett seg fast”.

- Hetta elvir til stilli og nógvan hita í longri tíð. Tá vætan so eisini hvørvur úr jørðini, gerst hitin bara enn hægri, sigur veðurfrøðingurin.

Fyri at hitamátingin Siracusa kann skrásettast sum evropamet, skal hon góðkennast av alheims veðurstovninum WMO. Siracusa liggur í landsynningshorninum av Sikiloy. Nærhendis vórðu eisini skrásettar fleiri hitamátingar oman fyri 45 stig, skrivar NRK.

Fyrr í hesi vikuni kom veðurlagsnevndin hjá ST við eini umfatandi frágreiðing um støðuna í veðurlagnum. Eitt av høvuðsevnunum var, at vit koma at uppliva meira av sokallaðum ekstremum veðurlagi, eitt nú hægri hita.

Hóast tað kann vera trupult at staðfesta, um júst ein einstøk hitabylgja kann vera komin orsaka av veðurlagsbroytingum, so ber til at siga nakað um sannlíkindini fyri hitabylgjum.

Gislefoss sigur í hesum sambandi, at vit skulu rokna við slíkum ógvusligum hendingum í framtíðini.

- Um tað hendir næsta ár, ber ikki til at siga. Men hyggja vit í einum longri tíðarperspektivi, so er tað heilt vist, at vit koma at uppliva fleiri hendingar, eins og hesa, sigur Kristian Gislefoss við NRK. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021

26
Leygardagur 14. august 2021

Hav Alda skal sigla við fóðri millum Føroyar og Skotland

Nýggja skipið hjá Navigare kom til Føroya í vikuni

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Skipið er keypt til at sigla við alifóðri millium Føroyar og Skotland. Síðstu vikurnar hevur tað verið í Pólandi, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, so sum sandblásing og máling. Harafturat eru ymiskar dagføringar gjørdar, so tað vónandi verður væl egnað til siglingina.

Tað sigur Álvur Højgaard, reiðari á Navigare, sum eigur skipið.

- Skipið er frá 2000 og er í sera góðum standi. Vit hava sett nærum nýggja maskinu á dekkið og sett síðuskrúvu í aftan, so tað skuldi verði lætt at manerera, eisini tá leggjast skal til aliflakar, sigur hann.

[object Object]Álvur Højgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin) 

- Skipið er 82,5 metrar langt, 12,4 metrar breitt og lastar góð 2500 tons. Motorurin er 2500 hestar MAK. Ferðin var góðar 12 sjómíl um tíman til Føroyar og tað er góð ferð, sigur Álvur Højgaard.

Nú skulu ymiskt smáting fáast í rætt lag, áðrenn Hav Alda fer til Fuglafjarðar at lasta alifóður til Skotlands.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og andakt verður umborð áðrenn skipið fer í vinnu.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021

27 Leygardagur 14. august 2021

HB vann Føroyum stig

Hóast tað langt frá rakk til at koma víðari, so vann HB føroyskum fótbólti týdningarmikil stig

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi, í mun til hvør fór at koma víðari, men seinni dysturin í 3. umfari í UEFA Conference League millum HB og ísraelska Maccabi Haifa var í sær sjálvum spennandi.

[object Object]Michal Pryzbylski stendur klárur. Lítla løtu seinni er mál (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku meistararnir løgdu seg á í 20. minutti, tá Daniel Johansen við góðum frísparksinnleggið til aftasta øki, har Michal Przybylski hevði runnið rætt, og miðvallarin, ið skoraði tvær ferðir seinast HB spældi evropeiskan heimadyst, kastaði seg fram og stýrdi bóltinum í málið.

Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, hóast bæði liðini høvdu aðrar góðar støður og málmøguleikar. Serliga seinastu minuttirnar trýstu ísraelar fyri at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki og hóast HB ikki kemur víðari, vinnur havnarliðið Føroyum týdningarmikil stig í Evropa.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur KÍ á skránni mikudagin, og tí var hetta góð fyrireiking upp á týdningarmikla dystin í landskappingini, sum kann gerast avgerandi fyri FM.

HB - Maccabi Haifa 1-0 (1-0)
20’ Michal Pryzbylski 1-0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021

28 Leygardagur 14. august 2021

U17: Rakk ikki til finalupláss hóast flott avrik

Føroysku kvinnurnar stríddust sera væl móti favorittunum úr Niðurlondum, men tað manglaði nakað av neyvleika í álopsspælinum, og føroyska liðið rann allatíðina aftaná í einum dysti, har málverjarnir av álvara gjørdu vart við seg

Føroysku U17 kvinnurnar taptu við trimum málum í hálvfinaluni í EHF CHAMPIONSHIP í Tbilisi móti sterka niðurlendska liðnum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í bólkaspælinum varð niðurlendska liðið als ikki avbjóðað, men tað varð tað í hálvfinaluni. Føroyar byrjaðu annars ikki væl, og tað varð skjótt 3-0. Álopsspælið var ov ótolið fyrstu løtuna og merkt av skeivum avgerðum, og hetta gekk eisini aftur í løtum í dystinum.

Føroyska liðið fekk tó skjótt gott tak á dystinum og serliga álopinum hjá Niðurlondum, og tað bleiv 5-5 um miðjan hálvleik. Tað var tó ein løta í seinnu hálvu av 1. hálvleiki, har tær í svørtum vóru á veg at fara avstað, men Føroyar endaðu hálvleikin væl - millum annað við at standa sterkt í verjuni.

Í øðrum hálvleiki var gongdin tann, at liðini so at siga skiftust um at skora, og at munurin harvið var annaðhvørt eitt og tvey mál. Bæði liðini gjørdu nøkur teknisk mistøk men skoraðu eisini heilt góð mál. Silja Arngrímsdóttir Müller stóð ein góðan fyrra hálvleik, men fann eina løtu í seinna hálvleiki eitt uppaftur hægri støði, har Haukar-málverjin pilkaði skot eftir skot og hevði fleiri stórbjargingar og helt í roynd og veru Føroyum heilt inni í dystinum. 

Silja varð eisini kosin besti leikari hjá Føroyum. Trupulleikin var, at málverjin hjá Niðurlondum eisini var teirra besti leikari, og hevði eisini fleiri avgerandi bjargingar. Serliga var tað, tá Føroyar høvdu møguleikar at javna, millum annað eftir bjarging frá Silju ella gott verjuspæl í hinum endanum, og hon bjargaði eisini brotskasti, tá átta minuttir vóru eftir, og munurin var tvey mál.

Talan var um einasta brotskastið, ið Lukka Arge ikki skoraði uppá. Hon skoraði átta brotskast - tað seinasta kom stutt eftir tað misnytta, tá Lukka smekkaði bóltin umvegis yvirleggjaran í málið. Nummar 40 hjá Føroyum gjørdist aftur toppskjútti.

Tað rakk tíverri ikki til finalupláss hjá Lukku, Silju og hinum á føroyska liðnum ið stríddist sera væl móti favorittunum í kappingini. Seinastu løtuna fingu okkara ikki støðgað niðurlendsku álopunum og gagnýtt eina yvirtalsstøðu. Úrslitið merkir, at Føroyar sunnudagin skulu spæla um triðja plássið móti taparanum av Ukraina -Serbia.

WOMEN’S 17 EHF CHAMPIONSHIP 2021
Hálvfinala - 13.08, Tbilisi
Føroyar - Niðurlond 21-24 (10-11)

Dystargongdin:
5 min: 0-3
10 min: 3-4
15 min: 5-5
20 min: 6-9
25 min: 8-11
30 min: 10-11
35 min: 11-13
40 min: 14-15
45 min: 15-16
50 min: 17-18
55 min: 20-17

Málskjúttar:
Lukka Arge 8 (8)
Maria Palsdóttir Nólsoy 4
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Karin Egholm 2 
Karina Debes Heinesen 2
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe 1 
Lea Mohr 1

Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 13

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

29 Leygardagur 14. august 2021

Vestmannakvinnur fáa ikki mannað lið

Orsøkirnar eru serliga at spælarar hava átt ella farnar uttanlands í lestrarørindum. VÍF og EB fara nú at samstarva um lið í bestu kvinnudeildini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í hondbóltsbygdini Vestmanna hevur tað í ár ikki eydnast at manna lið í bestu kvinnudeildini. Tí fer VÍF nú undir samstarv við kvinnuliðið hjá EB.

Sostatt verður EB aftur í bestu kvinnudeildini á fyrsta sinni í 29 ár.

– Í mong ár hava vit miðvíst arbeitt fram ímóti at hava eitt lið aftur í bestu deildini. Vit hava nógvar dugnaligar ungar leikarar, sum nú á fyrsta sinni skulu royna seg móti teimum bestu. Vit hava kortini brúk fyri royndum spælarum fyri at fáa eina smidligari byrjan, og vit hava tí valt at samstarva við VÍF hetta fyrsta árið, sigur Sunnuvá Vesturdal, forkvinna í EB.

Vestmannakvinnur hava mist nógvar leikarar í ár og fáa tí ikki mannað lið. Orsøkirnar eru serliga, at spælarar hava átt ella skulu eiga barn ella farnir uttanlands at lesa, sigur VÍF á heimasíðuni.

[object Object]Lea Lisberg úr EB og Agnas Olsen úr VÍF (Mynd: Vif.fo)

Leikararnir venja longu saman, 17 leikarar úr EB og sjey úr VÍF. Íslendingurin, Kristinn Guðmundsson, skal standa á odda fyri samansetta liðnum. Hann hevur drúgvar royndir í bestu íslensku deildini og hevur vunnið fleiri meistaraheiti.

Feløgini skiftast í millum at venja og spæla dystir á Eiði og í Vestmanna.

Kvinnuliðið í bestu deildini fer at eita EB og spælt verður í hvíta EB-litinum, undantikið, tá ið dystir eru móti StÍF, tá spælt verður í gulum. Samstarvað verður eisini um eitt lið í 1. deild, og tað fer eftir ætlan at eita VÍF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2021

30 Leygardagur 14. august 2021

Helgi og Maria vunnu LM Kring Føroyar

11 menn og fýra kvinnur gjøgnumførdu allar fimm teinarnar í ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Helgi Winther Olsen gjørdist tryggur vinnari av súkklukappingini LM Kring Føroyar, sum varð hildin seinasta vikuskiftið.

Hjá kvinnunum gjørdist Maria Svabo Hansen ein líka so tryggur vinnari.

Hjá monnunum stóð kappingin millum Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen, men av tí at Dávur ikki var við í kappingini leygardagin, kom hann ikki upp á tal at gerast samlaður vinnari, tá seinasti teinur varð súkklaður í gjár.

Kappingin byrjaði við eini tíðarkoyring úr Miðvági til Bíggjar og aftur mikudagin. Hesa kappingina vann Dávur, sum var sjey sekund skjótari enn Helgi og 78 sekund framman fyri Jákup Petur Eliassen.

Hósdagin varð súkklað um Eiðisskarð, Gøtueiði og undir Leirvíksfjørð til Klaksvíkar. Teinurin er 60 kilometrar og her vann Helgi Winther Olsen, sum var hálvanannan minutt skjótari enn Dávur og hálvansætta skjótari enn Jákup Petur.

Fríggjadagin var ein rundteinur súkklaður á Viðoynni, 62 kilometrar til samans. Her vann Dávur Magnussen, men hann var bara trý sekund skjótari enn Helgi og 2 minnuttir og 20 sekund skjótari enn Hilmar Hansen.

Leygardagin varð so farið til Suðuroyar, har súkklað varð av Tvøroyri suður til Sumbiar og norður aftur til Vágs. Ætlanin var at fara um hestin norðuraftur, men orsaka av vindi varð avgjørt at súkkla báðar vegir gjøgnum tunnilin í staðin - 52 kilometrar tilsamans.

[object Object]Helgi Winther Olsen

Her vann Helgi Winther Olsen aftur. Hann var næstan fýra minuttir skjótari enn Jákup Petur Eliassen og yvir sjey minuttir skjótari enn Hilmar Hansen.

Dávur Magnussen var ikki við her, og harvið hevði Helgi Winther Olsen í veruleikanum longu tá tryggjað sær samlaða sigurin.

Seinasti teinurin varð súkklaður í gjár. 67 kilometrar úr Havn norður til Hósvíkar og aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum.

Aftur her gjørdist Helgi Winther Olsen vinnari, 28 sekund skjótari enn Dávur Magnussen og 30 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen.

Sostatt brúti Helgi Winther Olsen 7 tímar og 49 minuttir upp á allar fimm teinarnar. Hann var 13 minuttir og 23 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen og 27 minuttir skjótari enn Hilmar Hansen, sum endaði á triðja plássi samlað. 11 súkklarar gjøgnumførdu allar teinarnar.

[object Object]Maria Svabo Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Maria vann allar teinarnar
Hjá kvinnunum stóð kappingin millum Mariu Svabo Hansen og Elsa Maria Berg. Tær báðar súkklaðu skjótast í Vágum, Maria 17 sekund skjótari enn Elsa Maria.

Í Klaksvík var úrslitið tað sama, her var munurin knappur hálvur triði minuttir. Á Viðoynni var munurin hálvursætti minuttir og í Suðuroy 16 minuttir.

Á seinasta teininum í gjár var munurin millum tær báðar knappar 13 minuttir.

Tilsamans vann Maria Svabo Hansen LM Kring Føroyar í tíðini 9 tímer og 45 minuttir. Tað var 37 minuttir skjótari enn Elsa Maria Berg og 1 tíma og 50 minuttir skjótari enn Súsanna Eliassen, sum gjørdist nummar trý. Fýra kvinnur gjøgnumførdu allar teinarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

31 Leygardagur 14. august 2021

KÍ verður ikki tikið

B68 og 07 Vestur vunnu sær umráðandi stig í botnstríðnum. Fýra dystir vóru sunnudagin leiktir Betri deildini hjá monnum

Innskifti Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 3-0, og avgjørdi dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gerst altsamt meira greitt, at FM-steypið fer til Klaksvíkar í ár. Við uppibornum 3-0 sigri ímóti nærmasta kappingarneytanum á stigatalvuni, Víkingi, er KÍ nú á odda við tíggju stigum.

Knúsandi sterka KÍ-liðið setti seg á dystin við Djúpumýrar beinanvegin og Bob Sumareh legði heimaliðið á odda tá bara fimm minuttir vóru leiktir.

Eitt korter inn í seinna hálvleik var aftur galið hjá Víkingi, tá Árni Frederiksberg smekkaði bóltin í netið til 2-0. Innskifti Jóannes Bjartalíð avgjørdi dystin sjey minuttir fyri leiklok, tá hann prikaði bóltin inn um mállinjuna til 3-0.

KÍ hevur við sigrinum 47 stig, og leggur av álvara sjógv millum seg og hinar FM-biðlarnar. Klaksvíkingar hava skotið 66 mál og bara latið fýra inn.

Í botninum er av álvara komið lív í. B68 vann 2-1 ímóti EB/Streymi, meðan 07 Vestur sum tók ímóti TB á Dungasandi, vann 3-1.

Tey liðini fara sostatt fram við ÍF á stigatalvuni. Fuglfirðingar skuldu spæla móti HB sunnudagin, men orsakað av Europa Conference League, er tann dysturin útsettur.

KÍ - Víkingur 3-0 (1-0)
5’ Bob Sumareh 1-0
61’ Árni Frederiksberg 2-0
82’ Jóannes Bjartalíð 3-0

B36 - NSÍ 1-1 (1-1)
4’ Klæmint Andrasson Olsen 0-1
36’ Uros Stojanov 1-1

07 Vestur - TB 3-1 (1-0)
30’ Dann Fróðason 1-0
46’ Martin Petterson 2-0
51’ Martin Tausen 3-0
87’ John Villi Wøldike 3-1

B68 - EB/Streymur 2-1 (1-0)
40’ Andri Benjaminsen 1-0
71’ Andri Benjaminsen 2-0
89’ Árni Grunnveit Olsen 2-1

Stigatalvan

1. KÍ 47 stig (17 dystir)
2. Víkingur 37 stig (17 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. NSÍ 29 stig (18 dystir)
5. B36 28 stig (17 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (16 dystir)
7. B68 15 stig (17 dystir)
8. 07 Vestur 14 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (16 dystir)
10. TB 2 stig (16 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2021

32 Leygardagur 14. august 2021

07 Vestur vann óvæntað móti Víkingi

Vágakvinnur vunnu farna vikuskiftið 2-1 móti Víkingakvinnum, sum undan dystinum vóru favorittar at vinna dystin móti uppflytarunum

(Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Óvæntað vann 07 Vestur leygardagin á Víkingi 2-1. Vágakvinnur fingu sostatt sín triðja sigur í ár, men hetta er fyrstu ferð, at tær taka stig frá øðrum enn botnliðnum AB/B71.

07 Vestur fekk bæði síni mál í fyrra hálvleiki. Tað fyrra kom eftir hornaspark tá Sissal Haraldsen fekk fótin á bóltin, og legði heimaliðið á odda. 2-0 málið kom bara tveir minuttir seinni tá Bettieyð Ellingsgaard gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið.

Jensa Petursdóttir Olsen minkaði um munin 20 minuttir inn í seinna hálvleik, men fleiri mál komu ikki.

07 Vestur kemur við sigrinum upp á níggju stig, og minkar um munin upp til hini liðini.

Hinvegin dragnar Víkingur í spennandi stríðnum um gullkrónurnar.

07 Vestur - Víkingur 2-1 (2-0)
22’ Sissal Haraldsen 1-0
24’ Bettieyð Ellingsgaard 2-0
65’ Jensa Petursdóttir Olsen 2-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

33 Leygardagur 14. august 2021

Tórshavn Boksing til reiðar í nýggjum hølum

Hølini á Hjalla verða víst fram sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felagið Tórshavn Boksing ger seg til reiðar til eina nýggja byrjan, nú felagið av álvara fer at taka nýgg venjingarhøli á Hjalla í brúk.

Mánadagin verður venjingin tikin uppaftur av álvara, og sunnudagin millum klokkan 12 og 15 verður høvi hjá almenninginum at skoða hølini. Hølini eru á fyrstu hædd í sama bygningi sum handilin Vøruhúsið.

Tórshavn Boksing byrjaði fyri fáum árum síðani í nýggjum hølum í kjallarahæddini í ítróttarhøllini á Hálsi. Borðtennis og judo heldur eisini til í hesum hølunum, men tey vístu seg heilt skjótt at vera alt ov lítil til stóra og vaksandi áhugan fyri at boksa í Havn. Tí var farið í holt við at leita eftir størri hølum.

Felagið er longu í fer við at fyrireika ferðir uttanlands, og tann fyrsta verður eftir ætlan í september mánaði. Komandi vikurnar fara venjingarnar í gongd fyri bæði mitiónsboksarar og ungdómsboksarar, og síðst í september verður roknað við, at full ferð er komin á allar venjingarnar, upplýsir Martin Meng Wojciechowski frá Tórshavn Boksing.

Í næstum verður farið undir at útbúgva venjarar at taka sær av boksivenjing fyri parkinsons-sjúklingar – nakað, sum felagið sær fram til og væntar sær nógv av. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021

34 Leygardagur 14. august 2021

Petur skoraði sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini

Fáar minuttir eftir at hann kom inn, skoraði 23-ára gamli maðurin úr Saltangará, tá hann sjálvur legði trýst á verjuna og gjørdi sær dælt av villu. Petur Knudsen átti eisini stóran leiklut í 5-0 málinum hjá Lyngby

Petur, ið her skorar fyri U21-landsliðið móti Ísrael, fekk hol á málskjótingina í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta mikudag byrjaði Petur Knudsen inni á fyrsta sinni og skoraði síni fyrstu mál á Lyngby Stadion. Fyrrverandi NSÍ-leikarin gjørdist tvífaldur málskjútti, men tað var í 9-0 sigri á Østerbro IF, ið spælir fimm deildir longur niðri enn Lyngby.

Leygardagin var Petur innskiftur eftir ein tíma í 3. umfari í NordicBet-deildini. Eins og í hinum báðum dystunum var tað fyri Frederik Gytkjær, ið var ógvuliga vælleikandi, og sum legði heimaliðið á odda. Tá Petur Knudsen kom inn, var støðan 3-0 til Lyngby, sum í bakandi sólini var í gongd við at skræða útiliðið, Esbjerg, sundur.

Støðan í Esbjerg er heilt serstøk, har fleiri av teimum bestu leikarunum ikki spældu við orsakað av støðuni við týska verjanum Peter Hyballa, ið sambært fleiri miðlum og leikarum er farin illa við hópinum á ymsan hátt, og hevur skapt eitt ógvuliga keðiligt umhvørvi og órógv í felagnum. Leikarar tykjast at vera í kríggj við venjaran og felagið, opið bræv er skrivað, men leiðslan stendur fast.

Tað var tí eitt skert og rakt lið, ið Lyngby tók ímóti. Peter Hyballa var sjálvur ikki til staðar í Lyngby - felagið boðaði frá, at orsøkin var sjúka í familjuni.

Lyngby var greitt betra liðið so at siga allan dystin, var á odda í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki skoraði høgri vongbakkurin Svenn Crone tvey mál eftir góð upplegg frá hinum vongbakkinum Adam Sørensen. 

Í 64. minutti royndi Esbjerg at byggja spælið upp tætt við egnan brotssteig. Ein frískur Peter Knudsen jagstraði ágangandi, og tá aftasti verjuleikarin als ikki eydnaðist við sínari alvering, sló Petur til og setti bóltin trygt inn við høgru innarusíðu til 4-0 og fór so út ímóti áskoðarum at fegnast um sítt fyrsta mál í næstbestu donsku deildini.

Fyrrverandi HB-venjarin og núverandi ítróttarstjórin í AB Jonas Dal Andersen var viðmerkjari, og hann væntaði, at Lyngby-fjepparar kundu venja seg við nanvið "Knudsen", og tað at hann skorar. Hann metti eisini felagið vera eitt gott stað hjá føroyingunum at menna seg víðari.

Tólv minuttir seinni fekk Petur bóltin við brotsteigarmarkið til høgru, spældi snilt innum verjuna, bólturin varð lagdur útfrá aftur mitt fyri, og so var 5-0. Ikki so torførar umstøður at koma inn í , men umráðandi at 23-ára gamli føroyingurin av álvara fekk víst seg fram í álopinum hjá oddaliðnum í deildini. Lyngby spælir hetta vikuskiftið í Hobro.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

35 Leygardagur 14. august 2021

Julia Naomi fekk góða byrjan í AGF

20 ára gamla innskifta tvørakvinnan átti skotið, ið endaði við at gerast fyrsta málið hjá felagnum í nýggja kappingarárinum í bestu donsku deildini. Ásla Johannesen spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki

Julia Naomi Mortensen kom væl inn í dystin í Aarhus. Hon og landsliðsliðfelagin, Ásla Johannesne, spæla nú fyri AGF (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í juli varð almannakunngjørt, at liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum, Ásla Johannesen, hevði skift úr FC Nordsjælland til AGF. Harvið heldur 25-ára gamli vinstri bakkurin fram í fremstu donsku deildini, og leygardagin spældi Ásla fullan dyst, tá AGF á stóru Ceres Park tók ímóti Fortuna Hjørring, ið hevur vunnið tjúgu steyp - landskappingina ellivu ferð og steypakappingina níggju ferðir.

Stórfavorittarnir vunnu eisini trygt. Fimm mál fóru inn hjá AGF, men tað er jaligt fyri Áslu, at útlit eru fyri fastari spælitíð. Hon vísti seg eisini væl fram í serliga nøkrum atgerðum fram eftir vøllinum og hevði eina góða skotroynd stutt fyri leiklok

Heilt jaligt fyri AGF var 2. hálvleikur - støðan var 0-4 í steðginum - og serliga løtan, har heimaliðið fekk tvey mál. Í fjør gingu fýra dystir, til AGF skoraði í Gjensidige deildini, men í 70. minutti leygardagin skoraði liðið hjá Katrine S. Pedersen. Talan var um eitt hornaspark úr vinstru, ið varð lagt útfrá, so at Ásla Johannesen kundi royna seg við skotið við brotsteigarmarkið. Føroyingurin rakti ikki bóltin, men bólturin endaði við føturnar hjá einum einum øðrum føroyingi, ið nú roynir seg í bestu donsku deildini. Julia Naomi Mortensen skeyt við "kalda" vinstra beininum, og umvegis ein Fortuna Hjørring-leikara fór bólturin í málið. Tað varð skrásett sum sjálvmál.

Hetta var tíggju minuttir eftir, at 20-ára gamla tvørakvinnan varð skift inn. Julia Naomi Mortensen er landsliðsleikari og hevur seinastu árini gjørt vart við seg í HB. 

AGF fekk eitt mál afturat í samband við hornaspark, áðrenn útiliðið aftur økti í yvirtíðini, so at tað endaði 5-2. Liðið hjá Áslu og Juliu Naomi skal hetta vikuskiftið spæla aftur - tað verður í Thisted. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

36 Leygardagur 14. august 2021

Taptu við tveimum móti Danmark

U19-menninir spældu til tíðir frálíkan álopshondbólt og hingu væl í, men danski málverjin tók til tíðir heilt væl frá og í hinum endnaum vístu danir styrki og hegni. 16-ára gamli Óli Mittún gjørdist toppskjútti hjá Føroyum

Ungu menninir spældu tríggjar harðar dystir í vikuskiftinum - í næstum skulu teir í gongd í Bulgaria (Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U19-landsliðið hjá monnum spældi tíðliga sunnudagin sín seinasta dyst í Scandinavian Open, ið Føroyar, Danmark, Noreg og Svøríki nýta til at fyrireika seg til EM-kappingarnar, ið fara í gongd heilt skjótt. Føroyar skulu til EHF Championship kapping í Bulgaria, ið er eitt slag av B-EM - gull har gevur atgongd til EM-endaspælið fyri U20-landslið næsta ár.  

Føroyingar vóru á odda fyrstu løtuna, men so kom Danmark framum. Liðini fylgdust tó tætt restina av hálvleikinum og skiftust so at siga at skota. Tað var álopsspælið, ið var í høvuðsætinum, og tað koyrdi væl hjá báðum liðunum. Okkara verja fekk als ikki tamarhald á dønum, og tað tykist sum at time'ingin ikki sat, og at megin til at koma í takklingarnar ikki heilt var har. Skotini sum Pauli ella Sasha, ið var inni eina løtu, skuldi royna at bjarga, komu sum oftast frá fríum støðum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki høvdu málverjarnir hjá Føroyum hvør sína góða bjarging av vonginum, men tað var danski málverjin, ið tók miera frá. Hann varð kosin til besta leikara hjá Danmark og fekk millum annað gott fatur á Hákun West av Teigum.

Danir økti um leiðsluna fyrra helmingin av seinna hálvleiki, har føroyingarnir høvdu heldur ilt við at skora, hóast álopini oftast vórðu sett heilt væl upp. Elias á Skipagøtu fekk fimm mál, men tað var serliga í partinum at skipa spælið og at flyta bóltin á røtt stað og við rættari ferð, at hann skein. Sävehof leikarin hevði minst helmingin av uppleggunum hjá føroyska liðnum.

Mittún-brøðurnir skoraðu samanlagt ellivu mál, og bert 16-ára gamli Óli hevði fleiri heilt góð gjøgnumbrot og trygg skot og gjørdist føroyskur topppskjútti við seks málum.

Tað var ikki fyrrenn seinasta partin av dystinum, at føroyska verjan, og serliga Pauli Jacobsen, fekk tak á. Nógvar góðar bjargingar og føroysk mál í hinum endnaum gjørdu, at veruligur spenningur kom í ð, men Føroyar komu tíverri ikki nærri enn tvey mál.

Dystirnir í Lund farna vikuskiftið vóru góð fyrireiking hjá liðnum hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher til kappingina í Bulgaria, har Føroyar fara at spæla ímóti liðnum, sum á pappírinum eru veikari enn mótsstøðuliðni í Scandinavian Open.

Scandinavian Open, 3. umfar
Lund, Svøríki - Sunnudagin 08. august
Føroyar - Danmark 28-30 (15-17)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Pauli Mittún 5
Sveinur Olafsson 3
Janus Dam Djurhuus 3   
Hákun West av Teigum 2
Bogi Hansen 2
Viktor Nørlyng Gaini 2

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 10
Aleksandar Sasha Lacok 1

Dagsins leikari hjá Føroyum: 
Viktor Nølyng Gaini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2021

37 Leygardagur 14. august 2021

Rakk ikki til enn eitt OL-gull hjá Danmark

Heimsmeistararnir høvdu møguleikan at tryggja longda leiktíð í seinastu sekundunum, men, sum so ofta áður í finaluni, varð bólturin blakaður burtur, og Frakland vann gull. Damark var aftanfyri so at siga allan dystin - Jóhan á Plógv fekk seinastu minuttirnar á vøllinum

Nikolaj Jacobsen kundi irða seg um, at tað gjørdist talan um silvur hesuferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri fimm árum síðani vann Danmark við tveimum málum á Fraklandi í OL-finaluni í Rio. Harvið støðgaðu Mikkel Hansen, Niklas Landin og co. OL-gullrøðini hjá Les Experts - fýra ár frammanundan gjørdist Frakland fyrsta landið á manssíðuni, sum vann OL tvær ferðir á rað.

Leygardagin vóru tað fraklendingar, ið við tvey-máls sigri í Tokyo forðaðu dønum at vinna gull fyri aðru ferð. Danir fingu álopsspælið væl at koyra fyrstu minuttirnar, og vóru eftir seks minuttir á odda 4-3, men so kom av álvara stígur í, og tað gingu næstan tíggju minuttir, til Danmark skoraði aftur. Samanumtikið vórðu alt ov nógvar tekniskar villur gjørdar - greitt meira enn vanligt hjá Danmark - har bóltar í skundi ella ósketni vórðu tveittir burtur ella í franskar hendur, og nøkur skot endaðu mitt á Gerard.

Franska verjan var stinn og tók broddin frá dønum. Í hinum endanum var samanlagt betri hjá Danmark, har Niklas Landin hevði nakrar góðar bjargingar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki dró Frakland tó frá við góðum og effektivum álopsspæli, og munurin í steðginum var fýra mál.

Munurin var heilt uppi á seks málum nakrar ferðir í byrjanini av 2. hálvleiki, har Danmark helt fram at brenna. Men smátt um smátt ótu danir seg inn. Verjan fór at hanga betri saman, Landin tók frá, og meira broddur kom í álopsspælið, har Mathias Gidsel var ógvuliga eyðsýndur við gjøgnumbrotum, málum og uppleggum. Liðið hjá Nikolaj Jakobsen hevði nakrar ferðir móti endanum møguleikan at javna, men tað eydnaðist ikki: Verjan hjá Fraklandi fekk órógvað so mikið í øllum førunum, Gerard stóð væl, og danir kundu eisini irða seg um, at Mikkel Hansen, ið gjørdist toppskjútti við níggju málum, misnýtti eitt brotskast, tá fimm minuttir vóru eftir.

Tá beint yvir ein minuttir var eftir, misti royndi og vælleikandi Nikola Karabatic bóltin. Eitt mál var á muni, og danir koyrdu eitt langt álop við sjey ímóti seks. Har hendi ikki tað stóra, og tá Gidsel royndi at bróta ígjøgnum, misti evnaríki bakkurin bóltin, og so kundi bólturin kastast í tómt mál til 25-23, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum seinastu minuttirnar. 27-ára gamli høgri vongurin hevði onga skotroynd.

Tíverri fyri havnarmannin og danska liðið var talan um silvur. Frakland hevur nú vunnið OL tríggjar ferðir a manssíðuni - Spania tryggjaði sær bronsu við sigri á Egyptalandi fyrrapartin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

38 Leygardagur 14. august 2021

Føroyska Anja vann OL-gull í 1996

Anja Byrial Hansen spældi ikki hondbólt í Føroyum, men fatar seg sjálva sum føroying

Anja Byrial Hansen. Myndin er frá filminum 'Jernhårde Ladies'
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað fall fleiri fyri bróstið, at føroyskir miðlar í undir olympisku leikunum skrivaðu, at Jóhan á Plógv Hansen er fyrsti føroyingur, sum vinnur heiðursmerki á olympisku leikunum.

Fleiri fólk – serliga við ættarbondum til Toftir – gjørdu okkum vart við, at ein føroyingur í 1996 vann gull við danska hondbóltslandsliðnum.

Talan er um Anju Byrial Hansen, sum var við á liðnum – rópt “de jernhårde ladies” – sum vann gull á leikunum í Atlanta í 1996.

Eisini Anja Byrial Hansen sjálv hevur gjørt vart við hetta: "Arjj, ikke helt korrekt. Jeg husker nu en medalje før det til en færing", skrivaði hon á Facebook.

Fatar seg sum føroying
Anja Byrial Hansen er fødd og uppvaksin í Danmark, og hevur ongantíð spælt hondbólt í Føroyum.

Men hon fatar seg sjálvan sum føroying. Móðir hennara er føroyingur og pápin hálvur føroyingur.

Bróðir Anju, Johan Byrial Hansen, var fótbóltsspælari, og spældi í árunum 2000 til 2005 15 landsdystir fyri føroyska fótbóltslandsliðið.

Anja Byrial Hansen, sum umframt OL-gull eisini vann EM saman við Anju Andersen, Camillu Andersen, Anne Dorthe Tanderup og hinum ‘jernhårde ladies’, fekk eina stutta hondbóltskarrieru.

Longu sum 23 ára gomul gavst hon, tá hon flutti til Onglands saman við táverandi manni sínum, Per Pedersen, ið var professionellur fótbóltsspælari og fekk sáttmála við Blackburn Rovers.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

39 Leygardagur 14. august 2021

Norðurlond fingu 30 OL-heiðursmerki

Noreg kláraði seg best við fýra gullheiðursmerkjum

Jakob Ingebrigtsen vann gull til Noreg í 1500 metra renning (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast Noreg ikki fekk flest heiðursmerki, so var tað kortini Noreg, sum kláraði seg best av Norðurlondunum á olympisku leikunum í Tokyo, sum júst eru av.

Í heiðursmerkjauppteljingini liggur Noreg á einum 20. plássi við átta heiðursmerkjum: 4 gull, 2 silvur og 2 bronsu.

Svøríki er nummar 23 við níggju heiðursmerkjum: 3 gull og 6 silvur.

Danmark er nummar 25 við 11 heiðursmerkjum: 3 gull, 4 silvur og 4 bronsu.

Finnland liggur við sínum tveimum bronsuheiðursmerkjum á einum 85. plássi.

Seinastu tveir olympisku leikirnar hevur tað annars verið Danmark, sum hevur klárað seg best av norðurlondum.

Tað er ikki talið av heiðursmerkjum, sum avgerð raðfylgjuna í hesi uppteljingini, men talið av fyrst gull, síðan silvur og so bronsuheiðursmerkjum.

Sostatt liggja Bermuda, Marokko og Puerto Rico, sum bara vunnu tað eina gullheiðursmerki hvørt, framman fyri Kolumbia, sum vann 4 silvurheiðursmerki, men einki úr gulli.

[object Object]
Karsten Warholm, gull og heimsmet í 400 metra rimarenning (Mynd: EPA)

Hesi vunnu heiðursmerki fyri Noreg:
Gull:
Jakob Ingebrigtsen, 1500 metra renning. Karsten Warholm, 400 metra rimarenning. Anders B. Mol og Christian S. Sørum, strandaflogbóltur. Kristian Blummenfelt, triatlon

Silvur: Eivind Henriksen, hamarkast. Kjetil Borch, rógving í einskullara

Bronsa: Hondbóltskvinnurnar. Hermann Tomasgaard, sigling/laser

[object Object]
Simon Petterson og Daniel Ståhl, silvur og gull til Svøríki í klingruvarpi (Mynd: EPA)

Hesi vunnu heiðursmerki fyri Svøríki:
Gull:
Daniel Ståhl, klingruvarp. Armand Duplantis, stangarlop. Ríðing fyri lið

Silvur: Simon Petterson, klingruvarp. Peder Fredericson, ríðing. Fótbóltslandsliðið, kvinnur. Anton Dahlberg og Fredrik Bergström, sigling 470 jolla. Josefin Olsson, sigling, laser. Sarah Sjöström, svimjing, 50 m frí.

[object Object]
Anne-Marie Rindom, gull í sigling til Danmark (Mynd: EPA)

Hesi vunnu heiðursmerki fyri Danmark:
Gull:
Viktor Axelsen, badminton. Michael Mørkøv og Lasse N. Hansen, banasúkkling, madison. Anne-Marie Rindon, sigling, laser

Silvur: Banasúkkling fyri lið, menn, pursuit. Amalie Diedriksen og Julie Leth, banasúkkling, madison. Hondbóltslandsliðið, menn. Jesper Hansen, leirdúgvuskjóting, skeet.

Bronsa: Emma Aastrand Jørgensen, kajakk-rógving, 200 metrar og 500 metrar. Frederic Vystavel og Joachim Sutton, rógving. Pernille Blume, svimjing, 50 metrar frí

Hesi vunnu heiðursmerki fyri Finnland:
Bronsa:
Mira Potlonen, nevaleikur, 57-60 kg. Matti Mattsson, svimjing, 200 metrar bringa. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2021

40 Leygardagur 14. august 2021

City sett bretskt met - Grealish fyri hundrað milliónir pund

25-ára gamli miðvallarin hevur nú skift til meistararnar úr Aston Villa. Hann fer at spæla við nummar 10 á rygginum - keypsprísurin hevur eitt null afturat í endanum í pundum. Tað er framvegis møguligt, at Kane verður liðfelagi við Grealish

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri fimm árum síðani rindaði Manchester United beint yvir 90 milliónir pund fyri at keypa tá 22-ára gamla Paul Pogba aftur úr Juventus. Harvið setti felagið bretsk met - nú hava grannarnir "tikið tað aftur"

Í farnu viku kunngjørdi Manchester City, at felagið hevði keypt Jack Grealish leysan úr barndómsfelagnum Aston Villa, og at partanrir høvdu undirskrivað ein seks-ára sáttmála. Skjótt gjørdist greitt, at talan var um bretskt met, tí at felagið úr Manchester hevði útloyst loysigjaldið á 100 milliónir pund, ið Aston Villa setti í fjør fyri gávaða og snilda miðvallaran, sum skal mynda núverandi meistaraliðið komandi árini.

Slakar 880 milliónir koma inn, og tað hevur givið Villa rúm til at fáa fatur á Leon Bailey úr Bayer Leverkusen, Emiliano Buendía úr Norwich og Danny Ings úr Southampton - tríggir leikarar ið felagið metir á ein hátt kunnu avloysa liðformannin og samanlagt hava samsvarandi dygdir. Pep Guardiola hevur staðfest, at tað bert var møguligt, tí at nakrir av leikarunum, ið kortini ikki vóru slopnir framat, vórðu seldir, og at City fekk næstan 100 milliónir krónur, tá Manchester United keypti Jadon Sancho úr Borussia Dortmund.

Nú er so spurningurin, um meistaraliðið trý út av teimum seinastu fýra árunum styrkir annað enn miðvøllin. Soleiðis verður helst, tó at tað er ivasamt, um Tottenham vil sámráðast um Harry Kane. Hetta var Pep Guardiola inni á á tíðindafundinum, sum var í gjár, í samband við Community Shield-finaluna:

- Ógvuliga nógv feløg vilja helst hava fatur á honum, tað er ikki bert Manchester City, men tað fer ikki at bera til, uttan so at Tottenham við samráðast.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

41 Leygardagur 14. august 2021

Leicester vann Community Shield

Fyrrverandi Manchester City-leikarin Kelechi Iheanacho skoraði avgerandi málið fyri steypavinnararnar móti meistarunum, við brotssparki heilt seint í dystinum - hetta var aðru ferð, at Leicester vann skjøldurin. Grealish spældi sín fyrsta dyst fyri City

Kasper Schmeichel lyftir skjøldurin - nú hevur hann trý heiti við Leicester, og Brendan Rodgers hevur vunnið tvey sløg av silvuri seinastu mánaðirnar
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Almenna startskotið til kappingarárið í Onglandi varð latið av á Wembley farna leygardag. Meistararnir spældu við fleri ungum leikarum, tí nógvir av teimum førstu leikarum manglaðu - millum annað Kevin De Bruyne, John Stones og Raheem Sterling - og í fyrra hálvleiki vóru steypavinnararnir meira vandamiklir.

Tað kom tó einki mál fyrrenn í 89. minutti. Nathan Aké varð lagdur undir trýst,  niðurlendski miðverjin fekk ikki tamarhald á bóltinum, og endaði ístaðin við at takkla Kelechi Iheanacho stutt inni í brotsteignum. Áleyparin, ið áður hevur spælt við Manchester City, og sum hevði eitt gott kappingarár í fjør, kom inn tíggju minuttir frammanundan, og hann fekk í støðuni lagt eitt gott trýst. Nigerianski áleyparin skeyt sjálvur brotssparkið, og vælleikandi Zack Steffen var júst ov stuttir. 

Málið gjørdi, at teir mongu og larmandi Leicester-áskoðarnir hoydust betri, og tað gjørdu teir eisini eftir seinasta bríksl. Leicester vann FA Cup í mai, og tað var bert triðju ferð, at liðið vann enska meistaraheitið ella stóru steypakappingina. Harvið var tað triðju ferð, at Leicester spældi um skjøldurin. Tað eydnaðist ikki at vinna í 2016, eftir ævintýrið  kappingarárið frammanundan, men tað gjørdu teir í 1971, tá Leicester eisini vann FA Cup. Harvið var hetta aðru ferð í søgu felagsins, at Leciester vann enska stórsteypadystin og næsta steypið/skjøldurin undir Brendan Rodgers.

Jack Grealish kom á vøllin í 65. minutti. Dýrasti leikarin í Bretlandi nakrantíð kom til felagið í vikuni, og hann var lívligur í løtum. Í ár skal hann royna at spæla ein umráðandi leiklut í verjuni hjá City av meistaraheitinum.

Community Shield 2021
07. august, Wembley
Leicester City - Manchester City 1-0 (0-0)
89' Kelechi Iheanacho 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2021

42 Leygardagur 14. august 2021

Leggja nýtt graslíki í Norðragøtu

Fyrsti vøllurin við korkfyllu

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Birgir Andreasen, stjóri í Ide Møblum (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Níggju ára gamli vøllurin í Sarpugerði í Norðragøtu verður skiftur út. Tað gamla graslíkið er fingið av, og hósmorgunin byrjaði arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á Sarpugerði.

Tað er Ide Møblar, sum er veitari av vøllinum. Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vallir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan.

Arbeiðið at leggja vøllin á, tykist ganga væl og væntast verður at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku, sigur Eysturkommuna.

Samlaði kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2021