Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. august 2021 | Nr. 34 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Framvegis málið at farnetið skal vera í heimsflokki

SíÐa 4

1 Leygardagur 21. august 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Fyri floksins besta – ikki fólksins

Tað var eitt djarvt og óivað neyðugt tiltak, tá Sambandsflokkurin í vikuni valdi at skifta út á í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Djarvt, tí tað kom óvart á, at hesin flokkur “offrar” ein av sínum trúføstu vápnasveinum á taktiska pallinum. Hetta er – okkum kunnugt – ikki hent fyrr.

Tí ongin ivi er um, at Helgi Abrahamsen er kroystur frá, um ikki av løgmanni sjálvum, so av tingbólkinum. Har er komið ov lítið burturúr, og sambandspolitikkurin hevur kanska ikki verið til at fáa eyga á.

Tá óvæntaðu boðini bórust, ljóðaði tað so væl, at avgerðin var væl umhugsað, og at hon var gjørd í fullari semju.

Men í sama andadrátti, segði fráfarandi landsstýrismaðurin eisini, at hann vildi ynskt, at hann kundi verið sitandi fyri at fáa málini, sum “eru á gáttini at verða avgreidd”, førd í mál.

Tá hevur hann jú sagt, at han varð koyrdur ella noyddur frá.

Grundgevingin var, at tað var “fyri floksins besta”, tí bygnaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur saknað arbeiðið, sum Helgi Abrahamsen hevur gjørt í flokkinum, so at siga, líka síðan hann var aktivur í ungdómsfelagnum.

Harvið vórðu boð eisini send til veljararnar um, at flokkurin er farin at brynja seg til løgtingsvalið, sum er um tvey ár, í mesta lagið. Og er helst neyðugt, tí veljarakanningarnar hjá hava ikki sæð serliga væl út síðan seinasta val.

Bárður á Steig Nielsen hevur ikki – als ikki – megnað at gagnnytta støðuna sum løgmaður, og harvið tryggja flokki sínum undirtøku umvegis sonevndu løgmanseffektina, ið sýnist at vera galdandi hjá øllum øðrum flokkum, enn tá Sambandsflokkurin eigur løgmann.

Tí er eyðvitað brúk fyri arbeiðinum, sum Helgi Abrahamsen kann gera sum meinigur tingmaður hetta til valið.

Men tað kann vísa seg at gerast eitt taktiskt mistak, at løgmaður og landsstýrismenn í sínum grundgevingum einans ørkymlaðu seg um støðuna hjá flokkinum. Onki við at grundgeva hvat er best fyri landið ella fólkið, ið her býr.

Og er tað ikki júst tað, ið er eyðkennið fyri sitandi samgongu? Tær mest umfatandi skipanirnar, ið verða broyttar, verða gjørdar til tess at betra um korini hjá vinnuni í nógv størri mun enn at seta fólkið og borgaran fremst. Kann ein samgonga varðveita valdið við tí politiska aðalmálinum? Í einum demokratii, har tað er fólkið, sum ræður í síðsta enda?

Vit loyva okkum at ivast. Um eina viku hava vit eina nýggja veljarakanning, sum væntandi eisini fer at vísa tað í tølum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4348

    Lisnar síður: 12622

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 21. august 2021

Sambandsflokkurin farin at brynja seg til komandi val

Helgi Abrahamsen skal styrkja floksapparatið meðan Magnus Rasmussen fær til uppgávu at føra átrokandi uppgávur í Vinnumálaráðnum í mál

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bæði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður, ásanna, at flokkur teirra við landsstýrisrokaduni hósdagin, nú av álvara er farin undir at fyrireika seg til komandi løgtingsval.

Helgi Abrahamsen, sum fyrr hevur tikið sær av organisasjónini í Sambandsflokkurin, fær nú til uppgávu at aktivera marknaðarføra flokkin, aktivera lokalfeløgini og tingbólkin.

Tí hann yvirtekur nú uppgávuna hjá nýggja landsstýrismanninum sum tingbólkaformaður.

Í staðin hevur Bárður á Steig Nielsen útnevnt Magnus Rasmussen úr Lamba, festibónda og fyrrverandi borgarstjóra í Runavíkar kommunu í sessin sum landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum.

Og mest átrokandi málini at fáa í gjøgnum, er málið viðvíkjandi gongd í haga og ætlanin at fáa størri gjøgnumskygni í Sev og ferð á grøna umskiftið. Tvey øki, sum Magnus Rasmussen hevur stórt innlit í, sum júst festibóndi og fyrrverandi borgarstjóri.

[object Object]
Magnus Rasmussen (Mynd: Sverri Egholm)

Erhard í fíggjarnevndina
Magnus Rasmussen hevur hesi seinastu tvey árini røkt týdningarmiklu uppgávuna sum formaður í løgtingsins fíggjarnevnd.

Tað verður tingmaðurin úr Vági, Erhard Joensen, sum yvirtekur henda sessin.

Sambandsflokkurin fer at gera eina umrokering í løgtingsnevndunum, upplýsti løgmaður á tíðindafundinum fyrrapartin.

Erhard Joensen, sum hevur sitið í bæði mentanarnevndini og trivnaðarnevndini, tekur í staðin sess í fíggjarnevndini. Helgi Abrahamsen verður limur í mentanarnevndini meðan Edva Jacobsen fær sessin í trivnaðarnevndini. 

[object Object]
Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

3 Leygardagur 21. august 2021

Sev skal ikki sleppa at bjóða upp á varandi orkuframleiðslu

Stendur tað til landsstýrið verður Sev netfelag – systemoperatørur – í framtíðini, meðan privat feløg skulu tryggja skiftið til varandi orku

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsstýrið fer í næstum at leggja fram uppskot til broytingar í elveitingarlógini, sum greiðari staðfesta uppgávur og skyldur hjá pørtunum á elveitingarøkinum. Hetta verður gjørt fyri at stuðla undir orkupolitikkin hjá landinum, sum sigur at munandi meira ferð skal setast á framleiðsluna av grønari orku, og at elnetið hjá Sev í hesum sambandi verður skilt frá hinum virkisøkjunum í felagsskapinum.

Tað skrivar Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður við orkumálum, í svari til fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi. Gitingar hava verið frammi um, at júst hetta svarið - ella handfaringin av Sev-málinum - sum er ein tungtvigandi orsøk, til at Helgi Abrahamsen dagin eftir at hetta svarið varð kunngjørt, legði frá sær sum landsstýrismaður.

Helgi Abrahamsen ger í svarinum greitt, at tað ikki er ætlan landstýrisins, at kommunala lutafelagið Sev í framtíðini skal kunna bjóða upp á sokallað 'kappingarútsett virksemi', eitt nú vindorka, sólorka og onnur varandi orka.

Systemoperatørur og netfelag
Ístaðin skal Sev vera ‘systemoperatørur’ og ‘netfelag’ har uppgávan er at reka elskipanina og at fremja neyðugar útbyggingar av netinum við tilhoyrandi systemeindum, sum eru neyðugar til tess at halda eina trygga elveiting, ið stuðlar undir málið um elveiting úr varandi orkukeldum.

Helgi Abrahamsen vísir á, at Sev eigur og rekur allar størri og kritiskar systemeindir, undir hesum vatnorkuverkini, oljukraftverkini og komandi pumpuskipanina í Vestmanna.

Hann leggur afturat, at hetta ikki forðar kommununum (eigarunum av Sev, -red.) framhaldandi at vera við í framleiðsluni av orku inn á el-netið. Hetta skal bara gera í einum øðrum felag.

Ikki talan um einskiljing
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at landsstýrið hevur ætlanir um at einskilja Sev.

- Tað liggur als ikki í kortunum, at Sev skal einskiljast. Hinvegin skal leikluturin sum systemoperatørur og netfelag gerast greiðari. Hetta er týdningarmikið stig í tilgongdini at skapa tíðarhóskandi karmar fyri stóru uppgávuna,sum SEV nú skal fara undir, t.e. at útbyggja net og skipanarberandi eindir og at fyrireika seg til kompleksu uppgávuna at stýra eina elskipan, sum í síni heild byggir á varandi, skrivar Helgi Abrahamsen í svarinum.

Alt svarið kann lesast her 

[object Object]Sirið Stenberg

Heldur lítið um ætlanirnar
Sirið Stenberg heldur lítið um ætlanirnar hjá Helga Abrahamsen at “petta Sev sundur”, sum hon tekur til.

Í viðmerking sigur hon.

- Tað er púra óskiljandi at landsstýrið heldur fast í at petta SEV sundur. Og enn meira óskiljandi um kommunurnar góðtaka hetta, og fara undir at stovna nýggj feløg. Og hvussu kann man siga, at tað ikki kemur at hava týdning fyri brúkaran? Tá ið privat feløg skulu inn at kappast við felagið, sum vit øll eiga, so skulu teir hava vinning. Og tað er bert brúkarin til at gjalda tað.

- Samanumtikið liggur i svarinum, at privat skulu hava vinning og SEV skal sita eftir við útreiðslupartinum. Nú er bert eftir at seta álitið á kommunurnar. Ætlanin hjá landsstýrinum er greið, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

4 Leygardagur 21. august 2021

Framvegis málið at farnetið skal vera í heimsflokki

Føroya Tele gjørdi hósdagin avtalu um 5G net við svensku telefyritøkuna Ericsson – prísurin verður hildin loyniligur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Jan Ziskasen fyri gott fimm árum síðani kom til Føroya úr USA at verða stjóri fyri Føroya Tele legði hann bragdliga út við at kunngera, at ætlan hansara var at geva føroyingum eitt farnet í heimsklassa.

Hetta hendi í teimum døgum, tá 4G – fjórða ættarliðið av fartelefoni – var tað besta av tí besta.

Men lyfti hansara var eisini, at Føroya Tele støðugt vildi stremba seg í at gerast betri, ja, millum heimsins bestu, og 5G hevur alla tíðina hómast úti í sjónarringinum, og spurningurin var bara nær tað fór at koma til okkara eisini.

Men so kom politikkur í. Heimsumfatandi trygdarpolitikkur, tí kinesiski teleframleiðarin Huawei, ið hevði veitt okkum 4G tøknina, varð ikki longur hildin at vera nóg tryggur. Vissa kundi ikki fáast fyri, at kommunistiska stýrið í Kina ikki brúkti kinesisku telatøknina sum amboð í njósning og aðrari óynsktari uppíblandan.

5G-ætlanin í Føroyum fekk eitt bakkast, og kreppa kom í stóra almenna telepartafelagið, tá Jan Ziskasen segði seg úr starvi, tí stjórin og politiskt valda stýri fyri fyritøkuna ikki funnu stevið.

[object Object]Bjarni Arnason

Vilja vera á ovastu rók
Men partarnir funnu kortini saman aftur, og hósdagin kundi Jan Ziskason so, saman við Bjarna Arnason nevndarformanni, á tíðindafundi boða frá, at avtala um 5G nú er gjørd við risastóra svenska televeitaran Ericsson, og at farið verður undir at skifta farnetið út beinanvegin.

Tað varð tosað við stórum orðum á tíðindafundinum seinnapartin í dag. Føroya Tele vil framvegis teljast millum telefyritøkurnar á ovastu rók, segði nevndarformaðurin, og umskrivaði slagorðið, sum Føroya Tele hevur brúkt í lýsingaherferð saman við føroyska OL-rógvaranum, Sverra Sandberg Nielsen.

Nú eitur tað: Ein fyritøka, ein dreymur, eitt mál. Nýggja málið er at samtríðartryggja farnetið, segði Bjarni Arnason.

[object Object]

Alt verður øðrvísi
Og Jan Ziskasen gjørdist eisini høgtflúgvandi, tá hann endaði sína framløgu um hvussu stórar broytingarnar í føroyska teletøknini verður: “Tað einasta, sum verður øðrvísi, er alt!”, segði hann.

5G-tøknin ger ikki bara tað heila nógv skjótari og meira álítandi. Við 5G skulu vit venja okkum við at kunna brúka farnetið á so nógvum øðrum økjum, enn bara at skaffa fartelefonini/lummatelduni netsamband.

Nú tosa vit nógv meira um fjarstýring á nógv fleiri økjum, bæði privat og vinnuliga... sjálvkoyrandi bilar, til dømis. Møguleikarnir tykjast endaleysir í dag, tí talan verður um møguleikar, sum vit als ikki kenna ella kunnu ímynda okkum í dag, verður víst á.

[object Object]
Niclas Backlund (Mynd: Sverri Egholm)

Týdning fyri samfelagið
- Hetta er ein søgulig byrjan, og eg eri ikki í iva í, at henda íløgan, sum Føroya Tele ger í dag, fer at fáa stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, segði Niclas Backlund, sum er stjóri fyri Ericsson í Danmark og Føroyum .

- Heimurin fer at tosa um væl útbygda føroyska samskiftiskervið, eins og hann í dag tosar um føroyska vegakervið. Hetta er nakað, ið verður lagt merki til, segði hann.

Kostnaðurin er loyniligur
Tá spurningurin kom inn á kostnaðin av avtaluni, sum Føroya Tele og Ericsson hava gjørt, gjørdist stjórarnir meira kúrrir.

- Avtalan við Ericsson er gjørd út frá einum handilsligum grundarlagi. Tá tað í 2019 gjørdist greitt fyri okkum, at vit skuldu skifta alt farnetið út, bóðu vit Ericsson, finska Nokia og kinesiska Huawei koma við loysnum til okkara. Og vit valdu Ericsson, tí vit mettu teirra loysn vera ta bestu fyri okkum, segði Jan Ziskasen og legði afturat.

- Hartil var tilboðið so gott, at vit kundu ikki siga nei til tað.

Men hann vildi ikki siga nakað um, hvat prísurin fyri 5G loysnina hjá Ericsson er.

- Talan er um eina avtalu millum tveir vinnuligar partar, og vit velja at halda tølini fyri okkum sjálvi, segði telestjórin.

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika skiftið til 5G netið, sum kemur at dekka allar Føroyar.

Roknað verður við, at stóra og umfatandi útskiftingin av útgerðini verður liðug og klár at taka í nýtslu einaferð móti endanum av 2022, kanska í byrjanini av 2023, upplýsti Jan Ziskasen.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

5

Størv

Deildarleiðari til Visitatiónina og Heilræði í Heilsu- og umsorganartænastun

Meira Umsóknarfreist: 03. august 2024

Ohoy, set kós á sjóvinnuleið - skrivstovustarv hálva tíð

Meira Umsóknarfreist: 14. august 2024

Verkætlanarstarv til vitanardepil hjá Kvinnuhúsinum

Meira Umsóknarfreist: 30. juli 2024

Løgfrøðingur til Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Starvsfólk til Dagtilboðið á Skála/Demenstænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Varaleiðari til Spíran

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Tak fyrstu fetini á tíni starvsleið við Framskák

Meira Umsóknarfreist: 05. august 2024

Starvsfólk til P/F Kjøtbúðina

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð

Meira Umsóknarfreist: 01. august 2024

Avloysarar til supportina

Meira Umsóknarfreist: 30. juli 2024

Býargartnari í Tórshavnar Kommunu

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

ESDH-seniorrådgivare till Nordiska ministerrådet

Meira Umsóknarfreist: 04. august 2024
6 Leygardagur 21. august 2021

Ericsson verður 5G-veitari hjá Føroya Tele

Føroya Tele hevur gjørt sáttmála við altjóða fyritøkuna Ericsson um at veita 5G-tøkni til farnetið hjá føroyska televeitaranum. Nýggja farnetið hevur nógv størri kapasitet, enn hægri ferð og góðsku

Tíðindini vórðu kunngjørd á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá Føroya Tele seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroya Tele hevur skrivað undir avtalu við svensku, altjóða fyritøkuna, Ericsson, um 5G-tøkni til farnetið hjá Føroya Tele. Tað hendir eftir, at stjórn og nevnd í samtakinum hava tikið endaliga avgerð um nýtt farnet við 5G-tøkni, sum fer at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri góðsku um alt landið.

– Vit hava mett um veitarar og um, hvat skilabest er at gera hjá Føroya Tele reint handilsliga, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður. Hann vísir í hesum sambandi á, at Føroya Tele hevur mett um tøkniligu førleikarnar og avriksstigini hjá trimum veitarum til farnetið. Talan var um Ericsson, Nokia og Huawei. Harumframt hava stjórn og nevnd mett um handilsligar fyrimunir og vansar við samstarvi um farnetið.

– Ericsson stóð seg sum heild best, tá vit mettu um førleikar og avriksstig. Tá vit mettu um handilsligar fyrimunir og vansar, so er tað eisini handilsliga skilagott fyri Føroya Tele at framtíðartryggja alt farnetið saman við Ericsson, ið vit áður hava samstarvað við í fleiri umførum. Samstarvið við Ericsson hesaferð verður uttan iva gagnligt, bæði tá talan er um heimamarknaðin og virksemið uttanlands, t.d. í frálandavinnuni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, sigur Bjarni Arnason.

Avtalan við Ericsson hevur við sær, at ferð verður sett á 5G-útbyggingarnar, sum verða við til at lyfta Føroyar upp á ovastu rók, tá talan er um farnet.

– 5G er ein sera týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum, har alsamt fleiri tól og funktiónir verða knýtt at internetinum, og tí skulu vit nú sum skjótast víðari við hesi verkætlanini, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri.

5G-verkætlanin fer í gongd beinanvegin og verður væntandi liðug í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

7 Leygardagur 21. august 2021

Teir koyra á

Enn koyra teir á, og ætla at ganga 19 túrar niðan á Slættaratind út í eitt. Vit vóru við, tá teir vóru uppi sættu ferð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Everesting er tað, sum Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen í løtuni er í holt við á Slættaratindi. Teir ætla at ganga 19 ferðir upp á Føroya hægsta fjall, og tað svarar til hæddina á Mount Everest, 8.848 metrar.

Vit kláraðu ikki at fylgja við høgu ferðini hjá teimum báðum, tá vit vóru við seinnapartin í gjár, men hittu teir á toppinum, tá teir komu upp fyri sættu ferð. Tað eru eisini onnur sum fylgja við, og tað er gleðiligt at síggja, sigur Jákup Petur Eliasen.

Á toppinum var tjúkt í mjørka seint seinnapartin, men tað klárnaði spakuliga í.

Á vegnum niðan og oman møttu vit nógvum fólki, og summi teirra fingu vit eisini mynd av.

Nakrar av myndunum síggjast niðanfyri. Fleiri síggjast her.

[object Object]Uppi á Slættaratindi fyri sættu ferð um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið

[object Object]Í millum túrarnar verður etið. Ein lítil steðgur, og so verður farið í gongd aftur

[object Object]Fleiri fólk gingu niðan við

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021

8
Leygardagur 21. august 2021

Hesi fáa makrel til vinnuligar royndir

Tey 1.900 tonsini eru býtt í átta partar millum 150 og 350 tons

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrr í vikuni varð kunngjørt hvørji feløg og fyritøkur høvdu fingið tillutað tey 1.900 tonsini av makreli, sum í ár eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Í samráð við Havstovuna gjørdi Fiskimálaráðið av at býta kvotuna millum átta av teimum 11 umsóknunum, sum komu inn.

“Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er roynt at leggja serligan dent á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni”, sigur Fiskimálaráðið.

Portalurin hevur nú fingið innlit í hvør hevur fingið kvoturnar:

Flakaskering og glasering
P/f Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 350 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini.

Framleiðslan á virkinum er flakaskering og glasering av fløkunum í saltlaka, sum siðan verða singulfryst. Framleiðslan verður í stóran mun seld til til roykaríir í EU, sum ynskja hesa vøruna, tí hon kann roykjast beinleiðis við lítlari handfaring.

Singulfrystur og skildur
P/f Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgarin og virkið hjá P.P. Faroe Pelagic, tillutað 350 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa makrelin til virki í Kollafirði, har makrelurin verður støddarskildur.

Við tangabili verður vøran flutt til Kósina. Á Kósini verður makelurin kruvdur, singulfrystur og skildur í neyvar støddir, eftir ynski frá keyparum. Pakkað verður í 3-5 kg eskjur.

Menna burtur úr fráskurði
P/f Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av makreli.

Gagnnýta makrel, sum annars fer til mjøl
P/f TG Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan og Arctic Voyager, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan sum byggir á at framleiða heysaðan, rundfrystan makrel og makrelfløk og pakka hesi í smærri eindir.

Hartil er ætlanin at fara undir at gagnnýta makrel, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna.

P/f Delta Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan, Arctic Voyager, Tummas T og Gøtunes tillutað 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan, sum byggir á at framleiða einkultfrystan rundan makrel og einkultfryst fløk og vakkuumpakka ávísar støddir.

Hartil er ætlanin at fara undir at menna framleiðslu úr makreli, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna.

Agnmakrel til føroyskar og útlendskarar keyparar
Sp/f Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna tann makrelin til agnmakrel, sum annars vegna brot ella stødd, verður skildur frá og nýttur til mjøl.

Agnmakrelurin kann tá seljast føroyskum ella útlendskum keyparum.

Betri gagnnýtsla av trolinum
P/f Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, P/f Vónina og P/f Varðan Pelagic, tillutað 150 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at tillaga bæði bellin og fornetið í einum troli, soleiðis at bellurin verður størri, fornetið í somu stødd, men trolið verður lættari at toga við tað at tráðurin sum nýttur verður er klænri.

Endamálið er at menna eitt trol, sum fiskar eins væl, er lættari at toga og sum tekur minni pláss.

P/f Kinnfelli fær, í samstarvi við P/f Vónina, tillutað 150 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel. Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar makrel.

Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so makrelurin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis, at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

9
Leygardagur 21. august 2021

Hesi fáa norðhavssild til vinnuligar royndir

3.700 tons vórðu býtt í 10 partar - Tavan í Leirvík og Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar

Kryddsild í bitum, framleidd í Leirvík (Savnsmynd: Tavan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá umsóknarfreistin at søkja um at fáa lut í sildakvotunum til vinnuligar royndir var úti, fekk Fiskimálaráðið 15 umsóknir um tilsamans 14.250 tons.

Men í kunngerðini um fiskiskap eftir sild eru bert avsett 3.700 tons av sild til hesar royndir. Fiskimálaráðið avgjørdi tí, í samráð við Havstovuna, at lata 10 umsøkjarum kvotur.

Pf. Tavan í Leirvík og Pf. Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar ávikavist 700 og 500 tons. Men tilsamans fekk Varðin Pelagic tó mest, tí virkið á Tvøroyri fekk tilluta kvotur til tvær ymsar verkætlanir, tilsamans 750 tons.

Hesi fingu tillutað kvotur til vinnuligar royndir:

Skorin í bitar til Svøríkis
Pf. Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 700 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini. Framleiðslan á virkinum er flakaskering og skrædlaði fløk.

Meginparturin av framleiðsluni verður skorin í bitar. Bæði fløk og bitar hava higartil verið framleidd til kryddbitar, bitar og saltfløk, síðan 2019 er eisini farið undir at marinera.

Í 2021 er ætlanin at økja um framleiðsluna av marineraðum. Framleiðslan verður í stóran mun seld til Svøríkis, men ætlanin er eisini at koma á aðrar marknaðir.

Til evropeiska og russiska marknaðin
Pf. Vestmanna Seafood fær, saman við skipunum Arctic Voyager, Fram og Katrin Jóhannu, tillutað 500 tons. Verkætlanin byggir á at handfara sildina best gjørligt umborð og landa smærri og passaligar nøgdir til virkið í Vestmanna.

Endamálið við verkætlanini er víðari at skera sildina til flak á virkinum. Fløkini verða støddarskild og fryst bæði í blokk, í smápakkar og sum IQF vøra til catering. Sildin skal seljast á europeiska og russiska marknaðinum og vantandi til betri prís og betri vinning hjá virkinum.

Í krukkur og tunnur
Varðin Pelagic fær, í samstarvi við skipini í samtakinum, tillutaði 400 tons. Endamálið við verkætlanini er at seta sjóneykuna á møguleikarnar at fáa meir burtur úr føroysku sildini.

Ætlanin byggir á at menna serframleiðslur av marineraðari sild, sum skulu seljast á europeisku marknaðunum. Miðað verður eftir bæði at framleiða marineraða sild í krukku og búnaða sild í tunnur, sum verða seldar til keyparar uttanlands til at virka víðari.

Gagnnýta fráskurðin
Pf. Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 350 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan, sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av sild.

Koyrast við bilum úr Kollafirði til Klaksvíkar
Pf. Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgaran og virkið hjá P.P. Faroe Pelagic, tillutað 300 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa sildina til virki í Kollafirði, har sildin verður skorin til flak, við og uttan skræðu. Við tangabili,verður vøran flutt til Kósina.

Við støði í royndum frá fyrr, verður sildin framleidd sum glaserað fløk ella bitar, sum verða singulfrystir ella frystir í blokk. Vøran verður seld samstarvspartnara í Hollandi til víðari virking har.

Menna eitt minni trol
Pf. Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, Pf. Vónina og Pf. Varðan Pelagic, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at menna eitt minni trol soleiðis at tað við einum minni troli, ber til at fiska eins væl ella betur enn við einum størri troli.

Verkætlanin miðar í móti at nýta eitt nýtt skap í bellinum og gera bellin størri og úr øðrvísi tilfari. Soleiðis skal ein fáa ein størri bell, men sum er eins lættur ella lættari at toga og sum harvið er betur egnaður til skip við minni motororku.

Vakumpassa bestu sildina í laka
Pf. Jupiter fær, saman við Pf. Pelagos, tillutaði 250 tons. Ætlanin er at fiska sildina til hesa framleiðsluna síðst á hvørjum túri, fyri at hava best møguliga góðsku.

Ætlanin byggir víðari á at skera sildina til sildaflaps og sildafløk støddarskilja hesi í neyvar støddir, sum síðan verða vakuumpakkaði í laka. Ætlanin er at selja framleiðsluna á ES marknaðinum.

Betri gjøgnumstreyming í posanum
Pf. Jókin fær, í samstarvi við Pf. Pelagos og Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Ætlanin fevnir um at royna tveir ymiskar posar, tann vanliga og so ein sergjørdan, sum er gjørdur soleiðis at mótstøðan gerst minni. Mett veður at betri gjøgnumstreyming í posanum, umframt at vera lættari at toga, eisini gevur betri góðsku á sildini. Ætlanin er samstundis at fáa ein posa, sum kann nýtast alt árið.

Sildin skal á virkinum hjá Pelagos skerast til skinnless og butterfly fløk og vakuumpakkast í saltlaka.

Størri og meira orkusparandi trol
Pf. Kinnfelli fær, í samstarvi við Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel.

Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar sild. Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so sildin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing.

Breitlar, sum reka fiskin í trolið
Pf. Driftin fær, saman við Mtr Gøtunes, tillutaði 250 tons. Endamálið við verkætlanini er at nýta breidlar, við serligum frinsum / flabbum á. Endamálið er at menna eitt trol sum fiskar betur við tað at breidlarnir “reka” fiskin í trolið.

Agnsild
Spf. Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin, sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna ta sildina til agnsild, sum annars vegna brot ella stødd, verður skild frá og nýtt til mjøl.

Agnsildin kann tá seljast føroyskum ella útlendskum keyparum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

10
Leygardagur 21. august 2021

Heitari sjógvur gevur meira laksalús

- Hetta er stór avbjóðing fyri norska alivinnu, sum harvið ikki kann framleiða burðardygt

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Veðurlagsbroytingarnar við meira óstøðugum veðurlagi og – serliga – eini upphiting av jarðarknøttinum á 1,5 hitastig innan 20 ár, kann fáa sera stóra ávirkan á alivinnuna.

Tað verður nú staðfest av norskum havserfrøðingum, sum hava hugt nærri í veðurlagsfrágreiðingina hjá ST, sum kom í farnu viku.

Norska Havforskningsinstituttet hevur gjørt egnar útrokningar fyri, hvørja ávirkan hetta fær á mongdina av laksalús.

Lúsamongdin kann tvífaldast
Útrokningarnar vísa, at um hitalagið í sjónum økist, til dømis úr 9 til 11 stig, verður mongdin av laksalús tvífaldað.

- Tá sjógvurin ornar, fer laksalúsin at trívast betri. Og tað merkir, at tað gerst nógv truplari hjá alivinnuni at kunna rekast burðardygt, sigur Anna Dagrun Sandvik, havfrøðingur, við NRK í dag.

Longu nú stendur illa til á Vestlandet. Í summar varð metnógv laksalús staðfest í økinum.

Sandvik greiðir frá, at burðardygg alivinna er tengd av, at laksalús ikki smittast í ov stóran mun frá alifiski til villan fisk.

- Trupulleikin við laksalús er, at hon er ein parasittur, snultari. Um tær eru ov nógvar í tali, gerast tær ein heilsutrupulleiki fyri fiskin, sum í ringasta føri kann doyggja.

Um sjógvurin ornar, so førir tað til, at laksalúsin verður at finna í norsku firðunum longu í mai mánaði, tá laksurin kemur oman úr áunum út á sjógv og smittar villlaksin tá.

Harvið ber ikki til at reka alivinnuan burðardygt, vísir havfrøðingurin á.

Norska stjórnin legði annars í summar fram eina ætlan um at fimmfalda framleiðsluna av alilaksi – innan fyri burðardyggar rammur.

Avbjóðing fyri vinnu og granskarar
Anna Dagrun Sandvik sigur við NRK, at hon enn trýr upp á, at tað ber til at fáa ein burðardyggan vøkstur í alivinnuna, men tað má gerast í tøttum samstarvi millum vinnuna, fyrisitingina og granskingina.

Odd Emil Ingebrigtsen, norski fiskimálaráðharrin sigur við NRK, at tað er av stórum týdningi fyri vinnuna, at tamarhald fæst á lúsatrupulleikanum, um vøksturin skal gerast burðardyggur.

- Longu nú hava vit upplivað, at vit máttu niðurleggja alibrúk, tí tey ikki megnaðu at halda seg til krøvini til laksalús. Hetta vísir bara hvussu stór avbjóðingin er, staðfestir fiskimálaráðharrin.

Áhugafelagsskapurin hjá alivinnuni, Sjømat Noreg, letur seg ikki ræða av nýggju útrokningunum hjá Havforskningsinstituttet.

- Vit vita frá fyrr av, at um sjógvurin gerst ov heitur, so styttist livitíðin hjá lýsnum, og tær doyggja lættari, sigur Øyvind André Haram, sum er samskiftisstjóri hjá Sjømat Noreg. Hann óttast ikki fyri framtíðini hjá vinnuni, men vísir eisini á týdningin av at samstarva við granskarar fyri at fáa bilbugt við lúsaavbjóðingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

11 Leygardagur 21. august 2021

Stór verkætlan í Hovi á hópfígging

Ætla at smíða stórt víkingaskip og tilhoyrandi stásiligt neyst

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ætlanirnar um at gera Hovs bygd til víkingahøvuðsborg Føroya, eins og hon kanska einaferð hevur verið, nærkast.

Eftir at Felagið Víkingaskipið fyrr í summar fekk 300.000 krónur í stuðli frá Betri stuðulsgrunnunum, er felagið nú eisini farið á Hópfígging at savna inn pengar til stórbæru og framsøknu ætlanina at lata eitt 24 metra langt og 5 metra breitt víkingaskip smíða. Fyrimyndin er kenda norska Gokstadskipið.

Eisini skal byggjast eitt stásiligt neyst við fiskastykkið í Hovi. Tríggjar neystagrundir eru longu fingnar til vega, og klárt er at fara undir arbeiðið.

Víkingaskipið skal smíðast í Hovi, og tað verður bátasmiðurin Guðmundur Sjúrðarson Norðbú, sum seinast stóð fyri høvuðsumvælingini av Norðlýsinum, sum skal standa fyri arbeiðinum.

Tilfarið verður alt høgt við øks, og ætlanin er eisini at byggja eina smiðju á staðnum, har naglarnir til skipið verða gjørdir á gamlan hátt.

“Skipið verður bygd av føroyingum, í Føroyum, til føroyingar, á sama hátt sum fyri 1000 árum síðani”, verður millum annað skrivað í lýsingini av verkætlanini.

Eisini skal eitt stásiligt neyst byggjast við víkingalanghúsinum sum fyrimynd. Albert Isfeldt, arkitektur, hevur gjørt tekningar, sum síggjast á heimasíðuni hjá Hópfígging.

[object Object]

Bæði neyst og gildisskáli
Sambært tekningunum kann neystið brúkast til nógv meira enn skjól hjá víkingaskipinum. Tí við at hiva skipið upp undir tróðrið, verður neystið ein stórur salur, sum kann brúkast til alskyns mentanarlig høvi.

Møguleiki er at hava opnan eldstað á miðjum gólvi, eins og í langhúsunum hjá víkingunum, og húsið skal eisini brúkast sum gildisskáli, til fyrilestar og annars til tey endamál, sum eitt vanligt bygdarhús hevur.

Formaður í felagnum Víkingaskipið er Finnbjørn Hovsgarð, og yvirhøvur er tað hann, sum eigur hugskotið, bæði til víkingaskipið, men eisini at menna Hov til ein miðdepul fyri at varðveita víkingasøguna í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

12 Leygardagur 21. august 2021

Fólkatalið veksur støðugt

1. juli vóru vit 53.399 fólk í Føroyum

Seks fólk eru flutt til Hovs hetta seinasta árið - harvið er størsti lutfalsligi fólkavøksturin í Hovs kommunu (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið eru sostatt somin 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5 prosent. 

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á 453.

Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi.

Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.

 [object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

13 Leygardagur 21. august 2021

Beinta Løwe verður forkvinna í mentanarnevndini

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gjørdu avtalu í byrjanini av valskeiðnum, sum eisini inniber, at Javnaðarflokkurin skjótt fær formanssessin í vinnunevndini

Beinta Løwe úr Tjóðveldi skal nú standa á odda fyri Mentanarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í tveimum av nevndum Løgtingsins verður formansskifti skjótt. 

Bæði í mentanarnevndini hjá løgtinginum og í vinnunenvdini er avtala galdandi millum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi um, at hvør flokkur hevur sessin helvtina av valskeiðnum.

Í mentanarnevndini merkir hetta, at Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, ið hevur verið formaður síðani á heysti 2019, skjótt fer at lata sessin til Beintu Løwe úr Tjóðveldi, sum fer at hava leiktlutin sum forkvinna restina av valskeiðnum.

Í vinnunevndini hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini avtalu um at býta formanssessin millum sín. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er í løtuni forkvinna. Bjarni Hammer ella Henrik Old taka við, tá valskeiðið er komið í helvt, skrivar kvf.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

14 Leygardagur 21. august 2021

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið styrkja samstarvið

Ein rammuavtala millum partarnar skal tryggja samstarv um sáttmálar og eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran

(Mynd: fmr.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt rammuavtalu, har staðfest verður, at partarnir í mest møguligan mun samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Rammuavtalan, sum varð undirskrivað í gjár, leggur upp til leypandi kunning og samstarv um lønarsamráðingar.

Avtalan inniber, at miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til. Har annar parturin bert hevur fá starvsfólk innan økið, ger størri parturin sáttmála, og hin parturin tekur undir við honum.

Hittast regluliga
Partarnir eru samdir um at samráðast saman um fyrsta sáttmálan fyri eitt nýtt sáttmálaskeið. Á tann hátt áseta partarnir í felag fíggjarligu karmarnar fyri skeiðið.

Landsstýrismaðurin og nevndin í KAF fara at hava hálvárligar fundir. Eisini fara partarnir regluliga at hava status/evaluering av samráðingunum og at sparra um faklig mál.

Tá nýggjar semjur og sáttmálar hava beinleiðis ávirkan á sáttmálaøkið, fara partarnir at umrøða støðuna saman, áðrenn semja ella sáttmáli verður undirskrivaður.

Javnari arbeiðstreytir
Fyrimunirnir við rammuavtaluni eru, at partarnir tryggja eitt javnt lønarlag innan almenna og kommunala geiran.

Ein annar ágóði er, at sáttmálaásetingar og arbeiðstreytir eru so eins sum til ber. Hetta soleiðis, at ein alment settur innan eitt ávíst sáttmálaøki og ein kommunalt settur innan sama øki hava eins treytir, og at frávik bert eru í serligum førum, har hetta er neyðugt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

15 Leygardagur 21. august 2021

Yvir 40.000 ferðafólk í seinasta mánaða

Tað eru 27 prosent fleiri enn í juli 2020, men framvegis væl færri enn í 2019

Mynd: Jens Kr. Vang
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Meira ferð er komið á flogferðsluna aftur, og tað sæst í tølunum hjá Vága Floghavn fyri juli.

Ferðafólkatalið var 40.858, ið er 27 prosent fleiri enn í juli í fjør, men talan er um beint yvir ein triðing færri enn í juli 2019. 

Hetta skrivar Kringvarpið, ið leggur afturat, at ferðafólkatalið fyri 2021 ikki er komið uppá sama tal, sum tað var fyri alt 2020, ið jú var sera ávirkað av koronu. 

459 fráferðir og komur vóru á flogvøllinum í Vágum í juli. Hetta eru 13,6 prosent fleiri í juli í fjør. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

16
Leygardagur 21. august 2021

Tóku ímóti Vón í Sundalagnum

Nýggja Rescue Vón kom til Eiðis mánadagin

(Mynd: Esmar Klakstein)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein vøkur sjón, tá nýggja farið hjá Eiðis Bjargingarfelag seinnapartin mánadagin kom stimandi norður gjøgnum Sundini.

Fleiri bátar, eisini bjargingarbátar, vóru og tóku ímóti.

Stásiliga nýggja Rescue Vón er bygd í Cork í Suðurírlandi.

Á myndunum, sum Esmar Klakkstein hevur tikið, sæst gamla Vón sigla við síðurnar av nýggju Vón. Og her er týðuligt at síggja munin á bátunum í stødd. Ein trupulleiki hjá Eiðis Bjargingarfelag hevur verið, at gamla Vón ikki var egnað at fara út um flógvan í øllum veðri.

Tað er nýggja og stásiliga Vón, og harvið kann eisini staðfestast, at tað nú verður eitt vet tryggari hjá bátum at vera á Norðhavinum og Sundunum. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

17 Leygardagur 21. august 2021

– Mugu fáa betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi

Avbjóðingin at finna starvsfólk ger tað trupult at hugsa um menning og vøkstur, sigur stjórin í Smyril Line

Norrøna, Smyril-Line (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Avbjóðingin at finna starvsfólk ger tað trupult at hugsa um menning og vøkstur. Skulu vit vera kappingarfør, má atgongdin til arbeiðsmegi uttan fyri ES betrast, og arbeiðsloyvini avgreiðast skjótari. Í hesum tíðum er tað ikki bert kappingarføri í breiðum týdningi sum sipað verður til. Støðan er nú, at tað snøgt sagt mangla hendur til øll størvini sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Smyril Line er ein av nógvum føroyskum fyritøkum, sum hevur avbjóðingar við at finna starvsfólk. Virksemið er nógv broytt seinastu árini, har felagið m.a. er farið undir nýggjar rutur, Norrøna er útbygd, og eftirspurningurin frá kundum er øktur. Ein týðandi fortreyt fyri vøkstri er, at felagið hevur nóg mikið av skikkaðum starvsfólki, men tað er ongin løtt uppgáva í hesum døgum.

- Kappingarneytarnir hava betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi uttanfyri ES. Stóri trupulleikin er, at arbeiðsmegin ikki er til staðar. Loysnin er, at vit fáa betri atgongd til skikkaða arbeiðsmegi, sigur Jens Meinhard Rasmussen sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað má gerast lættari at fáa fatur á arbeiðsmegi uttan fyri ES. Til dømis hava Filipsoyggjarnar nógv dugnalig sjófólk og starvsfólk innan hotel- og matstovuvirksemi. Hjá føroyskum feløgum er tó trupult at fáa fatur á filipinum, tí okkara lóggáva er ov stirvin og bíðitíðin alt ov long.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

18 Leygardagur 21. august 2021

Vænta gott úrslit frá Bakkafrosti

Norska blaðið Intrafish skrivar, at greinarar vænta, at rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost verður 435 milliónir danskar krónur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er tíðin, tá roknskapirnir fyri annan ársfjórðing hjá vinnufyritøkum verða kunngjørdir. Millum hesar er Bakkafrost. 

Bakkafrost leggur fram rokniskapin fyri annan ársfjórðing  týsdagin 24. august. Sjálvt um roknskapurin enn ikki er almannakunngjørdur, so meta greinarar framanundan, hvat teir vænta úrslitið verður.

[object Object]

Regin Jacobsen, stjóri og Rúni M. Hansen, nevndarformaður

Norska blaðið Intrafish skrivar, at greinarar vænta, at rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost verður 435 milliónir danskar krónur. Hetta er væl betri enn síðsta ár, tá rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing var 182 millíónir krónur.

Greinararnir vænta eisini, at rakstrarúrslitið fyri alt árið 2021 verður slakar 1,5 milliardir krónur. Fyri 2020 var tað 621 mió. kr. So hetta er meira enn ein tvífaldan av úrslitinum frá í fjør, ið greinarar koma fram til. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021

19
Leygardagur 21. august 2021

Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum, sigur Havstovan

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum. Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti.

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári.

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum.  Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár.

Til ber at fylgja gróðrinum her.

[object Object]
Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði 1997-2021. Svarta strikan vísir gróðurin í ár. Turkis vísir dømi um eitt ár við góðum gróðri, grønt eitt vánaligt ár og myrkablátt eitt miðalgott ár.

[object Object]
Indeks fyri gróðurin á Landgrunninum. Brotna strikan vísir miðal fyri árini 1990-2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

20 Leygardagur 21. august 2021

Fjarskiftisøkið er á føroyskum hondum

Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum, men kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini, sigur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Danmark samráðast um, hvussu lóggevast skal í samband við trygdina á fjarskiftisøkinum. Kortini er eingin ivi um, at vit í Føroyum fara at gera av, hvat stendur í nýggju lógini. Tað sigur løgmaður millum annað í svari til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

Talgilding og tøknilig frambrot av ymiskum slag broyta gerandisdagin hjá øllum og krevja dagførdar lógarkarmar, ið tryggja fólk móti ótilætlaðum hendingum ella brúki av upplýsingum. Eins og onnur lond, hevur Danmark í hesum sambandi fingið nýggja lóg um veitaratrygd á fjarskiftisøkinum.

Danski forsætisráðharrin hevur sett fram ynski um, at líknandi lóggáva kemur í gildi í Føroyum. Hesum tekur løgmaður undir við.

– Fyri at taka saman um, so eru vit í eini samráðingartilgongd, men tað skal eingin ivi vera um, at tað eru vit í Føroyum, sum hava síðsta orðið, tá ið tað kemur til innihaldið í lógini og sjálvan lógartekstin, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

21 Leygardagur 21. august 2021

’Øll hava rætt til góð barnaár’ broytir navn til ’Títt Rúm’

Eisini verður tilboðið nú víðkað til at vera upp í 35 ára aldur – talan er um ókeypis bólkar og einstaklingasamrøður til børn, ung og vaksin, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum, og harafturat bjóðar Títt Rúm eisini foreldra- og familjusamrøður

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í familjum, har foreldur hava rústrupulleikar, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna – sum tekur orkuna og uppmerksemið í familjuni. Tí hava børnini og tey ungu í familjuni brúk fyri einum staði at seta orð á, hvussu rústrupulleikin hjá foreldrinum ávirkar tey. Øll hava rætt til góð barnaár, ið er fyribyrgjandi arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya, bjóðar børnum, ungum og familjum eitt rúm til at tosa um júst hetta. Tí er navnið nú broytt til Títt Rúm.

Tað verður mett, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum vaksa upp í heimum, har eitt foreldur hevur rústrupulleikar. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað – bæði fyri børn, ung og vaksin.

Sum nakað nýtt er tilboðið hjá Títt Rúm nú víðkað til at vera upp til 35 ára aldur. Talan er um ókeypis bólkar og einstaklingasamrøður til børn, ung og vaksin, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum. Harafturat bjóðar Títt Rúm eisini foreldra- og familjusamrøður.

Bólkar byrja í heyst – nú eisini í Suðuroy
Seinastu árini hava nógv børn og ung havt gleði av ókeypis bólkatilboðnum hjá Títt Rúm í hølunum í Tórshavn. Bólkarnir byrja aftur í heyst, og nú er ætlanin eisini at byrja bólkar í Suðuroynni. Møguleiki er at melda seg til við at skriva til [email protected] ella við at ringja til 77 07 09.

Ein 15-ára gomul genta, ið hevur luttikið í bólki, sigur soleiðis um bólkarnar: ”Pápi mín byrjaði at drekka, tá ið eg varð fødd, og tí havi eg altíð følt at tað var mín skyld, at hann drekkur. Tá eg byrjaði í bólkinum fann eg útav, at tað ikki er mín skyld.”

Les meira um ókeypis tilboðini á www.títtrúm.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

22 Leygardagur 21. august 2021

Hagstovan: Búplássini í eldrarøktini einki broytt seinastu fimm árini

Talið á fólkum í aldrinum 67 ár og eldri er vaksið við 1.097 fólkum, meðan talið á búplássum er lítið broytt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í oktober 2020 vóru 642 búpláss í teimum átta kommunalu samstarvsøkjunum – eins fýra fleiri enn í 2015. Samstundis er talið á búfólkum heldur ikki broytt hesi árini. Í 2015 vóru 621 búfólk, og í 2020 vóru 620, skrivar Hagstovan.

Í sama tíðarskeiði er talið á fólki 67 ár og eldri vaksið tó við 1.097 fólkum, og talið á fólki 80 ár og eldri er vaksið við 105.

[object Object]

Í hesum yvirlitinum sæst, at í ymisku samstarvsøkjunum eru nøkur búpláss færri enn fyri fimm árum síðani, í øðrum nøkur fá fleiri, í øðrum aftur er talið óbroytt. Tilsamans fyri alt landið er talið á búplássum broytt eitt vet, eins og talið á búfólkum.

Sum áður nevnt, er fólkatalið vaksið, meðan talið á búplásum er lítið broytt. Í 2015 vóru 8,9 búpláss fyri hvørji 100 fólk, 67 ár og eldri, meðan talið var minkað til 7,8 í fjør.

Sambært Hagstovuni eru knappliga tveir triðingar av búfólkunum 85 ár og eldri, og tveir triðingar eru konufólk.

61 prosent av búfólkunum eru 85 ár og eldri, meðan bert 8 prosent eru yngri enn 75 ár.

Upp til 80 ára aldur er kynsbýtið nøkunlunda javnt, men í aldurbólkinum 85 ár og eldri eru 275 konufólk mótvegis 105 mannfólkum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

23 Leygardagur 21. august 2021

– Sigið frá um tit koma fram á sjúkan ella deyðan fugl

Nú í august er fuglakrím staðfest hjá skúgvi á Fair Isle í Hetlandi, og hóast sjúkan ongantíð hevur verið staðfest í Føroyum, heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at siga frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl, og hevur hon nøkur ráð til, hvat fuglaeigarar kunnu gera fyri at verja ímóti smittuni

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú, í august, er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi á oynni Fair Isle í Hetlandi. Fuglakrím hevur tó  ongantíð verið staðfest í Føroyum, men fyri at avmarka vandan fyri smittuni, er forboð sett fyri innflutningi av øllum livandi fuglum og eggum til klekingar.

Ein ávisur vandi er fyri, at fuglakrím kann koma til Føroya við flytifugli, men hesin vandin er størstur um várið, tá ið fuglurin kemur norðureftir av meginlandinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at siga frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl.

– Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um fýra ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki.

Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur, og eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar.

Boðast kann frá á [email protected].

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður eisini heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini nøkur góð ráð til, hvat eigarar av tamfulgi kunnu gera fyri at verja ímóti smittuni:

  • Um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður.
  • Fótbúnaður kann lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.
  • Øll tiltøk, ið skerja sambandi millum tamfugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra annars til, at smittuvandin verður tálmaður.

Um fuglakrím

Fuglakrím er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar.

Sjúkan kann smitta frá villum fugli til tamfugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar.

Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini, og deyðstalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.

Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

24 Leygardagur 21. august 2021

Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir á nátasjúkuna

Nú nátatíðin byrjar, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur ráð til fyribyrging av nátasjúku

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við, at nátatíðin byrjar, kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan við einari áminning um nátasjúkuna. Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nøkur ráð til, hvussu ein kann fyribyrgja sjúkuna:

  • Við veiðu av náta er umráðandi at verða ansin og hava gott arbeiðislag og reinføri, og nátar, ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út, eiga ikki at verða tiknir.
  • Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av.
  • Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.
  • Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best um nátin verður skáldaður. Verða nátar royttir eigur at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá roytt verður.
  • Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.
  • Tá nátin er royttur, skoldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natin er kókaður ella stoktur.
  • Um ætlanin er at selja nátar skal tað verða frá løggildum stað ella sambært Heimaframleiðslukunngerðini. Heilsufrøðiliga starvstovan mælir til, at teir eru skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og fepri áleið 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti.

Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

25 Leygardagur 21. august 2021

Sofan hjá Elinborg Lützen komin til heiður og æru

Í nýggja handlinum hjá 2U á Biskupstorgi, er ein sofa sum listakvinnan Elinborg Lützen hevur átt. Elinborg var eisini fyri sína tíð á handilsøkinum og var afturvendandi prýðisdama í sýnisgluggunum í Klaksvík

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Dávur Winther

Fríggjadagin varð skipað fyri móttøku við røðum og tónleiki frá Klaksvíkar Hornorkestri, áðrenn Torgið lat alment upp klokkan 14.

Borgarstjórin, Karl Johansen fegnaðist um, at endiliga letur Torgið upp, sum hann málbar seg - við seks handlum, eini matstovu, Restaurant Fríðu og so Kunningarstovuni, sum kemur seinni.

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur greiddi frá tilgongdini í 2012, tá ið skipað var fyri arkitektakapping í miðbýnum í Klaksvík, har heili 154 arkitektar allastaðni úti í heimi og úr Føroyum vóru við, ið so Ósbjørn Arkitektar vunnu.

Her er handilshúsið, Torgið við tí margfeldni, ið har er, ein umráðandi brikkur í einum drúgvum talvi um miðbýin, sum enn ikki er liðugt.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Mimmy Vágsheyg takkaði handverkarum og ráðgevum fyri gott arbeiði, og fegnaðist saman við teimum um, at nú verður latið upp. Jógvan Skorheim, sum er partur av Fríðu takkaði fyri, at henda drúgva tilgong nú endiliga er komin á mál, býnum og miðbýnum at frama.

Man kann ikki til at taka seg aftur í, at her er sera snotiliga farið til verk, og væl frágingið, eins og tilfarsvæl og innbúgv er av serligum og ikki tilvildarligum slagi.

Stuttligt er eisini, at í einum av teimum nýmótans handlunum, 2U, er ein sofa, sum listakvinnan Elinborg Lützen hevur átt. Elinborg var eisini fyri sína tíð á handilsøkinum og var afturvendandi prýðisdama í sýnisgluggunum í klaksvík – Serliga í stóra klædnahandlinum hjá Kjølbro, sum á mannamunni eisini varð kallaður, Magasin.

Hugaligt at henda sofan er komin til heiður og æru. Áhugavert, at ein slíkur skáli, sum hevur fingið navnið Torgið, letur upp í Klaksvík, har hann kann ambæta býnum væl um summarið. Men ikki minni um jóltíðir og veturin við virksemi bæði úti og inni.

[object Object]
(Mynd: Dávur Winther)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021

26 Leygardagur 21. august 2021

Klaksvík: Gamla sýsluskrivstovan verður til bú- og viðgerðarstovn

Arbeiðið at umvæla bygningin, sum skal hýsa viðgerðarstovn fyri ung millum 18 og 25 ár, er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum í vikuni, og letur stovnurin væntandi upp fyrst í oktober

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í apríl í fjør varð avtala gjørd millum Almannamálaráðið og Klaksvíkar býráð um, at býráðið, sum eigur gomlu Sýsluskrivstovuna á Jústabrekku 1 í Klaksvík, skuldi umvæla og tillaga bygningin, so Almannaverkið kundi leiga seg inn við einum bú- og viðgerðarstovni fyri ungum fólk í aldrinum 18 til 25 ár. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis at móttøka verður fyri innbodnum mikudagin, og verður væntað, at stovnurin letur upp fyrst í oktober, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Endamálið við stovninum er at styrkja og menna førleikarnar hjá ungum og at stuðla teimum í at fóta sær í vaksna lívinum. Í nýggja stovninum fara fólk við lættari menningartarni og samansettum trupulleikum at búgva.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at tað er eydnast at fáa bú- og viðgerðarstovnin framdan, og at hann letur upp í næstum.

Í sambandi við umbyggingarnar, hevur býráðið í Klaksvík hildið seg til at varðveita upprunaútsjóndina oman móti Klaksvíksvegi. Tó eru onkrar smærri tillagingar gjørdar í túninum omanfyri – m.a. er ein lyfta gjørd leys av húsinum omanfyri. Litsetingina av húsinum hevur Edward Fuglø, listamaður verið við til at áseta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

27 Leygardagur 21. august 2021

– Eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar

Mikudagin lat nýggi bú- og viðgerðarstovnurin fyri ung við menningartarni og samansettum trupulleikum upp á Jústabrekku í Klaksvík

Stovnurin á Jústabrekku er eitt satt nýbrot, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (Mynd: Almannamálaráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin lat Almannaverkið upp nýggjan bú- og viðgerðarstovn á Jústabrekku 1 í Klaksvík.

Stovnurin er fyri fólki við menningartarni og samansettum trupulleikum, og talan er um eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi – eitt satt nýbrot, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Jústabrekka er ein nýggjur stovnur, sum verður fyribils bústaður fyri fimm ung fólk, í aldrinum 18 til 25 ár, sum hava lættari menningartarn og samansettar trupulleikar. Her fáa tey møguleika at búgva komandi trý árini, og við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli, mennast og vegleidd í gerandisdegnum.

Sigast má, at karmarnir, sum Klaksvíkar býráð hevur umvælt og innrættað, eru bæði snotilig og hóskandi til endamálið, og er úrslit av góða samstarvinum millum Klaksvíkar Kommunu, Almannaverkið og Almannamálaráðið, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðuna.

Endamálið við stovninum er at styrkja og menna persónligar og sosialar førleikar, soleiðis at tey, sum fara at búgva har, megna at liva eitt sjálvstøðugt lív, og samstundis at fáa ella varðveita tilknýtið til skúla og arbeiði. Karmarnir leggja harumframt upp til, at tey í nógv størri mun sjálvi avgera, hvussu nógv tey verða partur av felagsskapinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

28 Leygardagur 21. august 2021

Størri frælsi hjá teimum ið hava havt koronu

Tey, ið hava havt koronu, kunnu nú fáa danskt/evropeiskt koronupass – í løtuni er tænastan galdandi fyri tey, ið eru staðfest positiv á kanningarstovuni hjá Thetis

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tey, ið hava verið smittað við Covid-19, hava ikki kunnað fingið koronupass, hóast tey eru mótstøðufør og hava tí skulað latið seg kanna ella koppseta, hóast tey eru mótstøðufør.

Thetis hevur í samstarvi við Statens Serum Institut gjørt tað møguligt at kunna leggja positivar SARS-CoV2-2-kanningarnar inn í danska sundhed.dk, ið vísir úrslitið á danska og altjóða koronupassappini. Tað gevur viðkomandi atgongd til fleiri lond, ið krevja prógv fyri immunitet. Serliga sjófólk, ið hava verið smittað við koronu, hava einki prógv og eru noydd í sóttarhald, og tað kann vera rættiliga óheppið, tí tey hava ikki kunnað prógvað sín immunitet og tí hava havt stórar trupulleikar av at ferðast.

Í løtuni er tænastan fyri tey, ið eru staðfest positiv á kanningarstovuni hjá Thetis.
Immunitetspassið er galdandi í 12 mánaðir frá tí, at viðkomandi varð staðfestur positivur.

Tey, ið vilja hava immunitetspass, skulu seta seg í samband við Thetis og fáa vegleiðing.

Tænastan er roynd og vísir seg at virka væl.

– Talan er um eina slóðbrótandi tænastu, ið kann hava altjóða møguleikar, tí tað gevur teimum, ið hava verið smittað, munandi fleiri møguleikar at ferðast og fáa atgongd til arbeiðspláss og frítíðarstøð, Sigur Marita Debess Magnussen, stjóri hjá Thetis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

29 Leygardagur 21. august 2021

Almenn løðipláss til el-bilar í Vági

Løðistøðin er sett upp framman fyri somlu Sev húsini í Vági

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú eru umstøðurnar at løða elbilin í Suðuroy enn betri, nú nýggj løðistøð er sett og klár at nýta í Vági.

Løðistøðin stendur frammanfyri gomlu SEV húsini á Vágsvegi 61. Talan er um eina 22kW AC-løðistøð við møguleika at løða tveir bilar samstundis.

Løðast kann bæði umvegis elbil.fo og við brúk av RFID-chippi. Á parkeringsøkinum har løðistøðin stendur, eru tveir av parkeringsbásunum avmerktir til elbilar, sum skulu løða, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

30 Leygardagur 21. august 2021

Avmarkingarnar í Fólkakirkjuni tiknar burtur

Í kirkjunum kring landið verður nú sum áðrenn vit kendu nakað til koronu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú landsins myndugleikar hava strikað tey serligu tilmælini, fer fólkakirkjan aftur til ta siðvenju, ið var galdandi áðrenn Covid-19 smittan tók seg upp, sigur Fólkakirkjan í fráboðan.

Avmarkað hevur verið hvussu nógv fólk sleppa í kirkjurnar, og eitt nú hevur verið sitið á øðrum hvørjum beinki.

Nú verður alt sum fyrr, men mælt verður framvegis til at vera varin. . Mælt verður til, at húskið so vítt møguligt sita saman.

- Vit hava lært, hvussu vit skilagott bera okkum at og avmarkað smittu. Lærdómin eiga vit at framhaldandi at nýta, so kirkjan er eitt trygt stað at vitja til gudstænastur og kirkjuligar tænastur, siga Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, í fráboðanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021

31 Leygardagur 21. august 2021

Vinnuferðin til Ísrael útsett

Ferðin, sum Uttanríkis-og mentamálaráðið skuldi skipa fyri í oktober, er nú útsett orsakað av koronastøðuni í Ísrael

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vinnuferðin til Ísrael, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri, skuldi eftir ætlan vera í døgunum 13.-19. oktober, men nú er ferðin útsett.

Orsøkin er koronastøðan í Ísrael, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá.

– Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. Orsakað av hesum hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk, sum m.a. innibera at ferðandi, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku við komu til Ísrael. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at ferðin verður útsett til umstøðurnar aftur tala fyri eini slíkari ferð, skrivar ráðið á heimasíðuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

32 Leygardagur 21. august 2021

Nógv dyppaðu á ovastevnu

Tað vóru nógv sum tóku av møguleikanum at morgundyppa á Malarenda

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv virksemi var í Nólsoy farna vikuskiftið. Ovastevna var á skránni, og leygarmorgunin var morgundypp á skránni á Malarenda.

Hetta hevur verið vanligt at gera á ovastevnu seinastu árini, og í ár var einki undantak.

Nógv fólk - fyri tað mesta konufólk - luttóku, men okkurt mannfólk er at síggja á myndunum eisini.

[object Object]
(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

[object Object]
(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021

33 Leygardagur 21. august 2021

Elspa Samuelsen 20 ára starvsdag á Tannlæknastovuni

Hon hevur verið tannlækni í næstan 30 ár og hevur verið í føstum størvi á Tannlæknastovuni í Tórshavn síðani 2002

Elspa Samuelsen fær handað gávu frá Heðini Mortensen (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Elspa Samuelsen arbeiddi fyrst á Tannlæknastovuni. sum barnburðaravloysari í eitt ár 2000-2001 og síðani í føstum starvi frá 15. august 2002. 

Hetta merkir, at hon nú hevur hátíðarhildið 20 ára starvsdag.

Elspa Samuelsen er útbúgvin tannlækni frá tannlæknaskúlanum í Århus í 1992 og starvaðist í Aalborg í nøkur ár, áðrenn hon flutti til Føroyar aftur. 

- Elspa er dugnaligur tannlækni. Sum persónur er hon blíð og tekur ábyrgd, har hon er. Hon er sosial og tann, sum syngur fyri, tá ið tiltøk eru. Tað sæst aftur í hennara privata lívi, har hon er virkin innan tónleikalívið í býnum. Hon spælir trombone í Havnar Hornorkestur, og er kórsangari, m.a. í Tarira og í nýggja kvinnubólkinum Silvitni. Eisini er hon limur í kirkjuráðnum í Hoyvíkar kirkju, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

34 Leygardagur 21. august 2021

– Hjálparpakki kann væntast einaferð í heyst

Arbeitt verður í løtuni við einum uppskoti um hjálparpakka til festivalar, sum verður lagt fyri tingið í næstum, sigur Jenis av Rana

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein hjálparpakki til tónleikafestivalar verður væntandi klárur einaferð í heyst.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe undraðist á, at einki hevði verið at frætt í málinum, síðan løgmaður lovaði hjálparpakkar til festivalarnar 8. juli, og vísti hon á, at fleiri festivalar høvdu mist inntøkur annað árið á rað vegna koronu. Tí vildi hon hava at vita, nær festivalar kunnu vænta sær endurgjald, og hvat tey kunnu vænta sær endurgjald fyri.

Sambært Jenis av Rana verður í løtuni arbeitt við at fyrireika eitt lógaruppskot um ein hjálparpakka, og er ætlanin, at tað verður lagt fyri Løgtingið í næstum.

Ætlanin er at veita stuðul eftir áleið sama hátt sum í fjør, tá tónleikafestivalar fingu stuðul til at endurrinda øll atgongumerki, ið festivalurin hevði selt. Tó kann stuðulin í mesta lagi svara til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av festivalinum í 2021, sigur landsstýrismaðurin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

35 Leygardagur 21. august 2021

Helgi skal skriva søguna um føroysku handlarnar

Handilsvinnufelagið hevur gjørt sáttmála við Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um at skriva søguna um føroysku handlarnar

Claus V. Christensen, næstformaður í Handilsvinnufelagnum og Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur (Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Meðan nógv er skrivað um einahandilin, avtøkuna av einahandlinum og onnur handilsviðurskifti frá teirri tíðini, er harafturímóti lítið skrivað um, tá handlar í hundraðtali vórðu staðsettir í teimum føroysku bygdunum og høvuðsstaðnum. Men við sáttmálanum millum Handilsvinnufelagið og Helga Jacobsen verður skjøtul settur á hetta arbeiðið.

Umframt at fylgja søguni hjá handlunum bæði í bygd og í bý, skal bókin geva eina heildarmynd av mynstrinum hjá handlunum og handilsvinnuni frá fyrstu handlunum til dagin í dag, skrivar Vinnuhúsið.

Miðað verður eftir at geva bókina út á heysti komandi ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

36 Leygardagur 21. august 2021

Landsdansistevnan verður í Havn um vikuskiftið

Í dag eru Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn vertir fyri landsdansistevnuni – seinast stevnan var í høvuðsstaðnum var í 2001

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Triðja hvørt ár skipa dansifeløg kring landið fyri eini landsdansistevnu vegna landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring. Seinasta stevnan var á Eiði í 2019, og vóru Dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag vertir. Av tí at stóra norðurlendska dansistevnan "Havleikur" verður í Føroyum í komandi ár, verður landsdansistevnan longu í ár aftur, skriva dansifeløgini, Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn og Sláið Ring, í tíðindaskrivi.

Landsdansistevnan í ár verður í Havn, leygardagin 21. august, og eru tað Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn, sum eru vertir. Seinast stevnan var í Havn var í 2001, fyri júst 20 árum síðani.

Upprunaliga skuldi stevnan vera 8. mai, men valt varð long í vár at útseta stevnuna til 21. august, so nógv fleiri vóru liðugt koppsett.

Upprunaliga skuldi setanin av stevnuni eisini vera á Vaglinum, men av tí at Voxbotn nú er fyriskipað sama stað um somu tíð, verður stevnan í staðin sett uttan fyri Dansifrøi av Heðini Mortensen, borgarstjóra. Síðani verður borðhald í Dansifrøi og aftaná verður dansað í Sjónleikarhúsinum.

– Tað er heilt góð undirtøka, og eini 350 fólk hava teknað seg, herímillum fitt av ungum fólki eisini, skriva fyriskiparar.

Á skrá eru m.a. kvæðini: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan, og síðani verður orðið frítt.

– Dansistevnan er eitt frálíkt høvi hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum dansi, at hittast og møta fólki úr øllum landinum – at møta gomlum dansivinum aftur eins væl og knýta nýggj vinarløg; og tað kanska serliga nú í ár, tá virksemið í nógvum feløgum hevur verið skert almikið og eingin almennur dansur hevur verið síðani korona byrjaði at herja heimin í mars 2020. Vit vænta og vóna at vit fáa eitt frálíkt kvøld, føroyska dansinum at frama, skriva fyriskipararnir at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

37 Leygardagur 21. august 2021

Lindin skal hava nýtt FM-sendinet

Skiftistíðin verður tveir mánaðir. Fyribilssendarar verða settir upp í Havn og Klaksvík – annars er møguleiki at lurta á netinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kristiliga útvarpsstøðin Lindin skal leggja FM-sendinetið um, og hetta kemur at ávirka virksemið hjá útvarpsstøðini.

Lindin skrivar á heimasíðu síni, at støðin sær seg nýdda at leggja FM-sendinetið um og útvega sær nýggjan veitara frá 18. august. Væntandi fer arbeiðið at taka tveir mánaðir, men Lindin heldur tó fram við at senda.

Arbeitt verður við at fáa fyribilssendarar upp í Klaksvík og Havn innan eina viku. Harafturat hava lurtarar møguleika at lurta á netinum, umvegis heimasíðuna ella á internetútvarpi. Lindin fer eisini at stroyma flestu nýggju tosi-sendingarnar beinleiðis á Facebook. Hesar sendingar verða eisini lagdar út sum poddvarp.

Nýggja FM-sendinetið verður væntandi klárt um tveir mánaðir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

38 Leygardagur 21. august 2021

Føroysk samfelagsfrøði – slóðbrótandi bókaútgáva

Nýggj frálærubók til miðnám kemur út fríggjadagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” er spildurnýggj bók ætlað fyrsta ári á miðnámi. Bókin er slóðbrótandi, tí hetta er fyrsta samlaða samfelagsfrøðibók á føroyskum til miðnám. Umframt at hon er skrivað á føroyskum, tekur hon støði í føroyska samfelagnum og er ætlað føroyskum næmingum. Bókin tekur til fulnar støði í námsætlanini fyri Samfelagsfrøði C og lýkur tí øll krøv til undirvísing.

Bókin er 246 síður long og høvundarnir eru Sámal Matras Kristiansen (red.), Ragnar Árnason Joensen, Christian Ihlen, Martha Hjalmarsdóttir Mýri og Regin Berg – øll útbúnir miðnámslærarar.

Bókin hevur, umframt frágreiðandi tekst, eina ørgrynnu av myndum, talmyndum, talvum, modellum, kortum og dømum. Bókin fangar sostatt næmingar við sera ymiskum læristílum.

Bókin er útkomin bæði sum pappírsbók, samvirkin bók (sBók) og .pdf-bók (eBók). Pappírsbókin hevur alt lesitilfar við, men ongar uppgávur. Í samvirknu bókini er harumframt ein ørgrynna av uppgávum og venjingum, umframt at myndatilfarið í bókini kann takast upp á stórskíggja. Harumframt verður tilfar áhaldandi dagført í sBókini.

Eisini ber til hjá næmingum at skriva viðmerkingar beinleiðis í bókina, soleiðis at lætt er at leita viðmerkingarnar fram til próvtøku. Við eBókini ber til at fáa bæði lesitilfar og viðmerkingar sum .pdf-skjal ella útprent. 

Útgávutiltak 20. august á Námi
Útgávan verður hátíðarhildin við útgávutiltaki á Námi fríggjadagin 20. august kl. 15. Her verða røður, sangur, umframt at bókin verður løgd fram í ymisku sniðunum. Samfelagsfrøðibøkurnar til hádeild í fólkaskúlanum verða eisini at síggja.

Seinastu árini hevur Nám givið út samfelagsfrøðibøkur til 7., 8. og 9. flokk. Við nýggju miðnámsbókini læra næmingar sostatt samfelagsfrøði á føroyskum fýra ár á rað! Ein faklig kollvelting upp á fá ár, ið væntandi heldur fram komandi árini. B-stig er næsti teinur á leiðini. 

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

39 Leygardagur 21. august 2021

- Oyggjafólk eru altíð í bíðistøðu

Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum hevur skrivað greinina "Island people are always waiting" – Young people’s everyday lives and future narratives in Okinawa”, sum finst í nýggjastu útgávuni av Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies

Firouz Gaini er professari í antropologi (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað nýggja grein um ung í Okinawa í Japan. Greinin eitur "Island people are always waiting" – Young people’s everyday lives and future narratives in Okinawa” og er í nýggjastu útgávuni av EJCJS (Electronic Journal of Contemporary Japanese Studies).

Greinin um tey ungu byggir á etnografiska kanning, sum Firouz Gaini gjørdi í Okinawa í 2018. Í henni kannar og greinar hann gerandislívið og framtíðarætlanirnar hjá oyggjaungdómi í einum samfelagi í stórari broyting, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Okinawa er kent fyri sínar stóru amerikonsku herstøðir, men eisini fyri sína vøkru náttúru. Okinawa var eitt sjálvstøðugt kongaríki í øldir, fram til 1872, tá oyggjabólkurin varð innlimaður í Japan.

Greinin hjá Firouz Gaini brúkar lokala hugtakið "chanpurū" (sum merkir at skapa nakað nýtt við at blanda siðir og súmbol úr ymsum mentanum saman) til at lýsa og viðgera mentanina og virðini hjá ungdóminum í Okinawa. Hon vísir, at tey ungu, sum eru undir útbúgving (á hægri lærustovnum), brúka sínar framtíðarhugmyndir til at fáa eina betri fatan av nútíðar "veruleikum" og samfelagsavbjóðingum.

Greinin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

40 Leygardagur 21. august 2021

Gevst í donsku stjórnini

Joy Mogensen hevur ikki longur yvirskot til at røkja uppgávuna sum ráðkvinna við mentanar- og kirkjumálum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna vikuskiftið boðaði Joy Mogensen, at hon leggur frá sær og fyribils gevst í politikki.

- Eg hava boðað forsætisráðkvinnuni frá, at eg ynski at fara frá sum mentanar- og kirkjumálaráðkvinna, skrivaði hon á Facebook.

Orsøkin er, skrivar hon, at hon ikki longur hevur neyðuga yvirskotið at røkja uppgávurnar, skrivar hon.

Joy Mogensen gjørdist ráðkvinna eftir fólkatingsvalið í 2019 eftir eina tíð sum borgarstjóri í Roskilde.

41 ára gamla Joy Mogensen er við barn og skal føða um ársskiftið. Í 2019 tá hon gjørdist ráðkvinna, var hon eisini við barn, men misti barnið. 

Týsdagin gjørdist greitt, at Ane Halsboe-Jørgensen, ráðkvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum verður nýggj ráðkvinna í menta- og kirkjumálum.

Politiski framsøgumaðurin hjá Socialdemokratiet á Fólkatingi, Jesper Petersen verður nýggjur ráðharri við útbúgvingar- og granskingarmálaráðharra.

[object Object]
Ane Halsboe-Jørgensen

[object Object]
Jesper Petersen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2021

41 Leygardagur 21. august 2021

640 flóttafólk í sama flogfari

Ræðsluslignir afghanar kluvu sjálvir upp í eitt amerikanskt C-17 Globemaster III flogfar í Kabul

(Mynd: Defence One)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt amerikanskt hernaðarligt farmaflogfar flutti sunnukvøldið umleið 640 afghanar til Katar úr Kabul. Tað upplýsir amerikanski miðilin Defence One.

Miðilin ber eisini eina mynd, sum vísir hvussu tætt afghansku flóttafólkini sita í flogfarinum.

Ferðafólkini sótu á gólvinum í lastarúminum, og hildu sær fast í stroppum, ið vanliga verða brúktir til at stúva farm.

Flogfarið er eitt C-17 Globemaster III hjá U.S. Air Force. Sambært framleiðaranum, Boeing, er flogfarið góðkent til 134 ferðafólk, sum er rættiliga nógv færri enn tey, sum vóru umborð á flogfarinum hendan túrin.

Hernaðarflogfarið skuldi eftir ætlan ikki taka so nógv fólk umborð í Kabul, men ræðsluslignir afghanar kluvu sjálvir upp á hálvt afturlatnu lastalúkuna á flogfarinum, skrivar Defence One.

Í staðin fyri at noyða fólkini úr flogfarinum aftur, varð valt at taka tey við.

Óvist er, um uppgávan hjá flogfarinum var at flyta fólk úr landinum, ella um uppgávan var ein onnur.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at hernaðarflogfør av hesum slag verða brúkt til at flyta fleiri fólk, enn flogførini alment eru góðkend til.

Í 2013, tá eitt ódnarveður rakti Filipsoyggjar, skrivaði amerikanska flogvápnið, at tey høvdu flutt yvir 670 fólk í einum líknandi flogfari.

Hetta er ikki einasta ovfylta flogfar úr Kabul í hesum døgum. Arabisku Emiratini hava eisini flutt kjokkfull flogfør úr Afghanistan, skrivar tv2.dk. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

42 Leygardagur 21. august 2021

Neyð og matvørutrot í Haiti

Talið av deyðum eftir jarðskjálvtan síðsta leygardag er nú farið upp um tvey túsund

Leitað verður framvegis í húsaleivdunum í Haiti (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Karibiska landið Haiti er í svárari kreppu eftir jarðskjálvtan leygardagin. Fleiri hundrað fólk vanta mat og drekka. Tað segði Ariel Henry, forsætisráðharri í landinum í eini videorøðu í gjár.

Talið av deyðum eftir vanlukkuna er nú farið upp um tveytúsund til 2.189.

Mikudagin vitjaði Ariel Henry býin Les Cayes, sum er tann harðast rakti býurin eftir jarðskjálvtan.

- Haiti ekur á knøunum. Jarðskjálvtin, sum hevur oyðilagt stóran part av landinum, vísir hvussu avmarkað og skroypilig vit eru, sigur forsætisráðharrin, sambært Reuters.

Øll sjúkrahús í landinum eru ovurfylt av teimum mongu særdu eftir vanlukkuna.

Heilsustarvsfólk arbeiða í fyribils tjøldum uttan fyri sjúkrahúsini fyri at bjarga lívinum hjá teimum nógvu hundrað særdu, harav fleiri eru børn.

Samlaða talið av særdum er komið upp um 12.000.

Bert tríggjar dagar eftir jarðskjálvtan varð Haiti rakt av einum tropiskum stormi, sum noyddi myndugleikarnar við at støðga við leitingini eftir livandi eitt skifti.

Jarðskjálvtin er ein tann ringasti í Latínamerika seinasti 25 árini, mett eftir talinum á deyðum.

Einasti skjálvti, ið var verri, var í 2010 – eisini í Haiti. Tá var almenna talið av deyðum oman fyri 300.000.

Haiti stríðist frammanundan við nógvan kriminalitet og við koronafarsóttina. Tað er bert góður mánaður síðani, at landsins forseti varð skotin og dripin í heimi sínum, meðan hann svav. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

43 Leygardagur 21. august 2021

Føroyar vunnu bronsu í Georgia

Hølvaðu Ukreina av 35-27

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Evnaríka føroyska U17 kvinnulandsliðið í hondbólti, sum í farnu viku kappaðist í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi, vann bronsuheiðursmerki.

Eftir tapið móti Niðurlondum í hálvfinaluni, eydnaðist tað teimum sunnudagin at vinna dystin um triðja plássið móti Ukreina.

Úrslitið gjørdist 35-27 til Føroyar eftir 15-13 í hálvleikinum. Sum úrslitið vísir, var fyrri hálvleikur meira javnur, men móti endanum av dystinum runnu føroysku kvinnurnar frá teimum ukreinsku.

Føroyskur toppskjúttar vórðu Karin Egholm og Lukka Arge við 8 málum. Hini málini skutu Maria Pálsdóttir Nólsoy 3, Lea Mohr 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 3, Poula Fríðheim Petersen 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Karina Debes Heinesen 2, Inga Maria Roysdóttir 1, Marita Fríða Magnadóttir Thomsen 1, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1.

Máltalvan vísir, at breiddin hjá føroyska liðnum var nógv størri enn hjá tí ukreinska, tí har skjeyt tann eini leikarin, Valeriia Nesterenko næstan helmingin av málunum, 13 tilsamans. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

44 Leygardagur 21. august 2021

U19-menninir hálaðu seg fram um aftur og vunnu 31-28

Føroysku U19 menninir vunnu finaluna í bólkinum

Pauli Jacobsen gjørdist dagsins leikari hjá Føroyum (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U19-landsliðið hjá monnum vann ein frálíkan 31-28 sigur á Kekkia hósdagin, eftir at okkara vóru aftanfyri miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Talan var um finaluna í bólkinum, har bæði liðini høvdu hølvað Bulgaria av við 15 málum undan dystinum. Dysturin kom at avgera, hvat lið skuldi møta hvørjum í hálvfinalunum.

Føroyska liðið byrjaði dystin sera væl og legði seg á odda 3-0 eftir 5 minuttir. Verjan og málverjin stóðu sera væl og komu okkara til góðar málmøguleikar í álopinum. Eftir 5 minuttir fingu Føroyar eina útvísing og komu kekkar spakuliga inn í dystin. Pauli Mittún var sera farligur og vælleikandi á vinstra bakki og saman við Eliasi á Skipagøtu, fingu teir liðið, at spæla heilt upp til sítt besta fyrstu 15 minuttirnar, tá Føroyar var á odda 12-7. Føroyar fingu eina útvísing eftir 15 minuttir og fóru okkara at brenna illa hesa løtuna, málverjin hjá kekkum var eisini kosin til dagsins leikara. Kekkia otaði seg nærri og nærri og var rættur málturkur ta eini løtuna, har okkara ikki skoraðu í 8 minuttir. Tað var eisini ein smeitur fyri føroyska liðið, tá stinni vongurin, Hákun West av Teigum, mátti bløðandi av vøllinum við einari sprungu í pannuni, eftir at hann var óheppin í verjustøðu. Liðini fóru til hálvleiks ájavnt 15-15.

Føroyar fingu ikki rættiliga fatur í verjuni fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og kom Kekkia fyri fyrstu ferð framum 19-18 eftir 35 minuttir, og vóru teir frammanfyri við tveimum ta eini løtuni. Okkara hildu tó høvdi kalt, verjan byrjaði at fáa fatur aftur og málverjin Pauli Jacobsen kom veruliga ígongd um miðjan hálvleik. Ferð eftir ferð vísti hann stórspæl við flottum stórbjargingum. Í hinum endanum vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu seg ferð eftir ferð sum úrmæling og hálaði føroyska liðið fram um aftur við fleiri góðum málum. Føroyska liðið bara økti um leiðsluna og snúði seinasta løtan um at koyra sigurin heim.

[object Object]Óli Mittún

Ein góður dystur hjá føroyska liðnum, har teir megnaðu at hála seg uppaftur, eftir eina lakari løtu. Pauli Mittún spældi ein góðan dyst bæði í verju og álopi, har hann var farligur, Sveinur Olafsson var sum altíð sera drúgvur í verjuspælinum og vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur sínar dygdir og leiddi liðið í álopinum og var eisini toppskjútt við heili 13 málum.

Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin málverjin, Pauli Jacobsen. Pauli byrjaði dystin sera væl fyrstu 15 minuttirnar, men fall í støði eina løtu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók hann veruliga fatur aftur við stórbjarging eftir stórbjargin og nærum stongdi málið.

Føroyska skal nú møta Slovakia í hálvfinaluni, meðan Kekkia og Hvítarussland møtast í hinari. Føroyar og Slovakia spæla í dag kl. 15. 

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3)
Pauli Mittún 5
Janus Dam Djurhuus 4
Óli Mittún 3
Viktor Nørlyng Gaini 3
Bogi Hansen 2
Baldur Gillason 1

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

45 Leygardagur 21. august 2021

U19-menninir vunnu stórt í Bulgaria

Fimtan mál á muni í fyrsta dystinum

(Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U19-menninir vunnu stórt móti vertunum í EHF Championship kappingini.

Kappingin sum er fyri lið, sum ikki luttaka í EM-endaspælinum, verður leikt í Bulgaria næstu dagarnar.

Frá byrjan vístu føroysku leikararnir, at hetta var ein dystur, sum skuldi vinnast. Føroyar løgdu seg á odda beinanvegin, og vóru á odda við fýra málum tá fimtan minuttir vóru leiktir. Í steðginum vóru fýra mál á muni við støðuni 18-14.

Tíðliga í seinna hálvleiki hálaðu bulgarar spakuliga inn á føroyingar, og munurin fór niður í trý mál. Nærri kom Bulgaria ikki, og restina av dystinum sótu føroyingar á tí mesta, og vunnu við fimtan málum, 40-25.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist toppskjútti við 8 málum, og varð eisini kosin dagsins leikari hjá Føroyum.

Føroyar U19 - Bulgaria U19 40-25 (18-14)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

46 Leygardagur 21. august 2021

Í bólki við Italia, Lettlandi og Luksemburg

Føroysku hondbóltsmenninir fyrireika seg nú til undankapping til HM 2023

Kjartan Johansen í álopsroynd móti Luksemburg, sum vit eisini møttu í seinastu HM-undankapping (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Italia, Lettland og Luksemburg verða mótstøðuliðini hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti tá kappast skal um at sleppa við til til heimsmeistarakappingina, sum verður í Svøríki og Polandi í 2023.

Lutakast var hósdagin, og her komu Føroyar í bólk fýra. Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at Føroyar vann fyrsta rætt at vera vertur, um bólkurin verður leiktur sum ein kapping yvir eitt vikuskiftið. Útgangsstøðið er, at dystirnir verða leiktir sum úti- og heimadystir, men semjast londini um at avgreiða kappingina yvir eitt vikuskifti, er hetta møguligt. Møguleiki er at avgreiða dystirnar í november 2021 og januar 2022.

Nummar eitt og tvey í bólkinum koma víðari til play-off dystir móti liðunum, sum eru hægri styrkismett.

Føroyar vóru eisini í bólki saman við Luksemborg til seinastu HM-undankappingina, og tá vunnu Føroyar 24-22. Føroyar spældu eisini móti Italia í HM-undankappin í 2018, og tá var stórtap 29-18. Litava luttók fyri fyrstu ferð í EM-endaspæli í 2020, har teir tó ikki vunnu nakran dyst, og endaðu aftast.

Lettiska liðið telur millum annað kenda risan Dainis Kristopans, sum við sínum 215 sentimetrum og 135 kilo dagliga spælir í Paris Saint-Germain. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2021

47 Leygardagur 21. august 2021

KÍ á meistarakós

Nógv skal broytast um tað ikki skal vera KÍ, sum stendur við gullinum við kappingarlok. Við einum sannførandi avriki og 3-2 sigri móti HB í dag ber næstan til at ynskja KÍ tillukku við FM

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB 2, KÍ 3. Tað er veruleikin aftaná 90 minuttir í Gundadali mikukvøldið. Og var tað trupult at taka KÍ aftur undan dystinum, so er uppgávan nærum ómøgulig nú.

KÍ var nógv tað betra liði á Ovara vølli. Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar nógv farligari, og longu tá fýra minuttir vóru leiktir, legði Claes Kronberg KÍ á odda 1-0, og eldur kom í KÍ-fjeppararnar sum í kvøld høvdu hertikið bygdaskýlið.

Smáar tjúgu minuttir seinni var aftur mál til sterka útliðið sum við Odmar Færø økti til 2-0.

[object Object]

HB var betri við í seinna hálvleiki, og tá ein góður tími var leiktur, skoraði Daniel Johansen upp á beinleiðis fríspark til 2-1, og alt tóktiskt opið aftur. Útjavnandi málið kom tó ongantíð, og hinvegin var tað Bob Sumareh sum økti um leiðsluna hjá KÍ til 3-1.

Síðstu løtuna royni HB at trýsta, og tað eydnaðist Hilmar Leon Jakobsen at fáa høvdið á bóltin tá 86 minuttir vóru leiktir. Hóast trýst frá HB, komu ikki fleiri mál í dystinum, og nógvu KÍ-fjeppararnir kundu fegnast um, at FM næstan er í hús.

KÍ kemur við sigrinum í dag upp á 50 stig, og tíggju stig eru niður til Víking á øðrum plássi við 40 stigum. HB er á triðja plássi við 33 stigum, men hava ein dyst færri.

HB - KÍ 2-3 (0-2)
4’ Bob Sumareh 0-1
21’ Odmar Færø 0-2
62’ Daniel Johansen 1-2
68’ Bob Sumareh 1-3
86’ Hilmar Leon Jakobsen 2-3

[object Object]

Stigatalvan

1. KÍ 50 stig (18 dystir)
2. Víkingur 40 stig (18 dystir)
3. HB 33 stig (16 dystir)
4. B36 31 stig (18 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. B68 18 stig (18 dystir)
7. 07 Vestur 17 stig (18 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (17 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)

Í dag kl. 15.45 spæla B36 og B68 í Gundadali.

Í morgin verða fýra dystir í Betri Deildini:
Kl. 15: KÍ-TB, Víkingur-HB og ÍF-07Vestur
Kl. 17: NSÍ-EB/Streymur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

48 Leygardagur 21. august 2021

B68 vann fjórða dystin á rað

Tríggir dystir vóru leygardag leiktir í bestu fótbóltsdeildini. Víkingur vann 2-0 ímóti NSÍ og B36 kom norður aftur við einum 2-1 sigri móti TB

Glaðir fjepparar á Svangaskarði seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Toftafólk hava nógv at fegnast um í hesum døgum. Leygardagin vann besta mansliðið sín fjórða sigur á rað.

Tað gjørdu toftamenn ímóti ÍF, sum hevur trupult við at fáa mál. B68 vann dystin 2-0. Fyrra málið kom tá bara tveir minuttir vóru leiktir, tá verjufeilur gjørdi at fótfimu B68-leikararnir løgdu seg á odda.

Seinna málið kom eftir brølara frá ÍF-málverjanum, sum spældi bóltin beint fyri føturnar hjá Steffan Løkin, sum ótarnaður kundi seta bóltin í netið.

2-0 og B68 lyftir seg upp á sætta pláss við 18 stigum. ÍF liggur á næstaftasta plássi við 12 stigum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

TB tók ímóti B36. Tvøramenn munnu hava sæð skriftina á vegginum, og mugu tungu leiðina í næstbestu deildini at spæla næsta ár. Hinvegin stríddust teir væl í dag ímóti einum B36-liði sum hevur havt trupult at fóta sær í ár.

B36 vann kortini dystin 2-1, og kann fegnast um at TB ikki megnaði at skora útjavnandi málið.

Síðsti dysturin á skránni  var millum NSÍ og Víking, sum brustu saman við Løkin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrra hálvleiki var málleyst, men í øðrum hálvleiki avgjørdi innskifti Ingi Johnhardsson alt fyri gøtufólk og leirvíkingar. Fyrst við uppleggi til 1-0 málið, sum á dómaraseðlinum er skrásett sum sjálvmál. Og síðani við málinum til 2-0 í 88. minutti.

Víkingur heldur fast við annað plássið við 40 stigum.

B68 - ÍF 2-0 (1-0)
2’ Andri Benjaminsen 1-0
73’ Steffan Løkin 2-0

TB - B36 1-2 (1-2)
18’ Mathias Trane 0-1
19’ Toni Takamaki 1-1
28’ Alex Mellemgaard 1-2

NSÍ - Víkingur 0-2 (0-0)
71’ Sjálvmál 0-1
88’ Ingi Johnhardsson 0-2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021

49 Leygardagur 21. august 2021

Týdningarmikil stig hjá 07 Vestur

Vágamenn vunnu 3-1 ímóti EB/Streymi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur vann sær sunnudagin týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum við 3-1 sigri móti EB/Streymi.

Sundalagsmenn eru eisini við í tí spennandi niðurflytingarstríðnum. Við sigrinum fer 07 Vestur fram við EB/Streymi á stigatalvuni og leggur seg á sætta pláss við 17 stigum. EB/Streymur er á áttanda plássið við 15 stigum.

EB/Streymur legði seg á odda longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum við máli frá Símun Sólheim. Men síðani fingu vágamenn stýr upp á sítt spæl og Høgni Egilstoft Nielsen javnaði tá lítil hálvur tími var leiktur.

Tá ein góður tími var leiktur, vóru vágamenn aftur á máltalvuni, tá Predrag Jeremic smekkaði bóltin í kassan. Beint fyri leiklok setti John Fagerström punktum fyri 07 Vestur og økti til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Vent á høvdið
Niðari partur av stigatalvuni varð sostatt vendur á høvdið seinasta vikuskiftið.

B68, sum nærum í alt ár hevur ligið á næstaftasta plássið, hevur við fýra sigrum á rað nú lagt seg á sætta pláss við 18 stigum, og er fremst av teimum fýra liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. ÍF liggur á níggjunda plássið við bara 12 stigum.

EB/Streymur - 07 Vestur 1-3 (1-1)
10’ Símun Sólheim 1-0
27’ Høgni Egilstoft Nielsen 1-1
62’ Predrag Jeremic 1-2
90’ John Fagerström 1-3


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

50 Leygardagur 21. august 2021

Jákup á Borg legst afturat venaratoyminum hjá EB/Streymi

EB/Streymur, sum er í spennandi niðurflytingarstríðið, styrkir seg á venjarapostinum við kendum manni í føroyskum fótbólti

Jákup á Borg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur styrkir seg á venjarapostinum hjá besta mansliðnum. Jákup á Borg, seinnu árini er mest kendur sum venjari í B36, legst afturat sum hjálparvenjari.

- Í samráð við høvuðsvenjaran, Jákup Martin Joensen, hevur felagið valt at knýta Jákup á Borg afturat venjaratoyminum - í fyrstu atløgu tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Restin av venjaratoyminum heldur tó eisini fram sum higartil, sigur EB/Streymur á heimasíðuni.

[object Object]Jákup Martin Joensen fær Jákup á Borg afturat sær sum hjálparvenjara (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jákup á Borg er 41 ára gamal, og hvur pælt 400 dystir og skotið 153 mál í bestu deildini. Eisini hevur hann 62 A-landsliðsdystir.

Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur Jákup, at hann ikki hevði ætlað sær at fingist við fótbólt í ár, men tá Jákup Martin og EB/Streymur sendu boð eftir honum, so bar ikki til at siga nei. 

- Í hesum venjaratoyminum sleppi eg at royna ein leiklut, sum eg ikki havi roynt áður, og tað gleði eg meg ómetaliga nógv til. Harafturat havi eg summarhús við Gjógv, og á tann hátt eri eg mestsum lokalur, sigur Jákup á Borg við heimasíðuna hjá EB/Streymi.

EB/Streymur er í spennandi niðurflytingarstríðið við B68, 07 Vestur og ÍF. Tapið ímóti vágamonnum sunnudagin gjørdi, at EB/Streymur nú er á áttanda plássi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

51 Leygardagur 21. august 2021

Midtskogen liðugur í Dundalk

Fekk bert eitt mál í 15 dystum fyri írska liðið

(Mynd: Dundalk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Langlimaði norski áloyparin, Ole Erik Midtskogen, sum hevði eitt sera gott ár í KÍ í fjør, er ikki longur liðfelagi hjá Sonna Ragnar Nattestad í írskafelagnum Dundalk FC.

Felagið boðaði herfyri frá, at hann er loystur úr sáttmálanum.

Ole Erik Midtskogen var við á KÍ-liðnum, sum spældi móti Dundalk í Europa League í fjør. Norðmaðurin skoraði málið hjá KÍ í 3-1 tapinum, og avrikið má hava verið so mikið gott, at írarnir bjóðaðu honum ein sáttmála, tá sáttmálin við KÍ gekk út í vetur.

Men langi norðmaðurin hevur ikki klárað seg eins væl í írskum fótbólti, sum hann gjørdi meðan hann var í Føroyum.

Hann hevur spælt 15 dystir fyri “the Lilywhites”, sum liðið verður rópt, og hevur bert megnað at skjóta eitt mál. 

[object Object]Midtskogen í evropeiskum dysti fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

52 Leygardagur 21. august 2021

KÍ-kvinnur í evropeiskum stórtapi

Breiðablik vann undandystin í Champions League 7-0

Føroyameistararnir rendu seg í stórtap í fyrsta Champions League-dystinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kvinnurnar hjá KÍ rendu seg inn í óvanda mótstøðu, tá tær mikudagin spældu dyst í undanumfarinum til Champions League fyri kvinnur.

Føroysku meistararnir spældu móti íslendsku meistarunum úr Breiðabliki, og vórðu hølvaðar av.

Úrslitið var 7-0 til íslendingarnar. Støðan í hálvleikinum var 5-0.

Dysturin var spældur í býnum Siauliai í Litava. Talan er um eina minikapping. Mikudagin spælduvertirnir, Gintra Universitetas móti estiska liðnum Flora úr Tallin. Gintra vann 2-0

Breiðablik skal í dag spæla finalu móti Gintra Universitetas um rættin at koma víðari til næsta umfar í Women‘s Champion League.

KÍ fær ein dyst afturat – tað verður móti Flora Tallin í dag. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2021

53 Leygardagur 21. august 2021

Ellivu svumu um Nólsoyarfjørð

Tað tók umleið hálvan annan tíma at svimja úr Havn til Nólsoyar. Allir svimjararnir komu á mál

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Svimjingin um Nólsoyarfjørð í sambandi við ovastevnuna eydnaðist stak væl. Klokkan 8:45 leygarmorgunin varð farið á bláman niðan fyri radioamatørararnar yviri við Strond í Havn, og kósin varð sett móti Nólsoyarbygd.

Ellivu luttakarar vóru á teininum, sum í beinari linju er fýra kilometrar, men við streymi og øðrum gerst áleið seks kilometrar langur.

Tað tók umleið hálvan annan tíma hjá teimum ellivu svimjarunum at gjøgnumføra, og tað vóru bara fimtan minuttir í millum til tann fyrsti kom á mál til tann seinasti stóð uppi á landi í Nólsoy.

Oluf Færø var skjótastur um Nólsoyarfjørð við tíðini 1:22:26. Honum í hølunum var Erling Eidesgaard. Við tíðini 1:24:58 og nummar trý var Eyðun Húsgarð við tíðini 1:28:50.

Svomið hevur verið á ovastevnu síðani 1998.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2021

54 Leygardagur 21. august 2021

Súkklulið frá MEST við á longstu súkklukapping í Danmark

Fýra føroyingar verða við í súkklukapping úr Århus til Keypmannahavn

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri einum ári síðani settu tíggju mans á MEST sær fyri at seta á stovn eitt MEST súkklulið. Hetta vóru menn úr MEST Skála og MEST Runavík, sum løgdu seg eftir at fara langar súkklutúrar við kappsúkklum.

Sum sagt so gjørt. Teinarnir hava verið langir, og hevur verið súkklað so at siga alt árið. Til dømis úr Runavík til Funnings, Viðareiðis og so heimaftur. Eisini hevur liðið súkklað kring alla Suðuroynna og luttikið í “Kring Føroyar” súkklukappingini fyrr í august, sum vardi í fimm dagar.

Nakrir á liðnum hava havt og hava tilknýti til Team Rynkeby og er íblásturin til venjing og samskipan komin haðani.

Nú hava fýra mans á MEST liðnum, Eirikur Joensen, Bogi Gregersen, Jóhan Petur Petersen og Hilmar Hansen, avgjørt at fara ein longri túr og luttaka í kappingini Århus-Odense-København 4. september.

Talan er um “Danmarks længste motionscykelløb” og verður millum annað súkklað yvirum Stórabelstbrúnna, sum verður stongd í eitt tíðarbil. Talan er um ein langan tein har súkklutúrurin er í einum – og varðar umleið 15 tímar ella so. Leiðin frá Aarhus til Odense og síðani til Keypmannahavnar, er umleið 380 kilometrar.

Kelda: Mest á Facebook

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2021

55 Leygardagur 21. august 2021

Súkkla um FM á Sandoynni í dag

Byrjan og mál verður í Skálavík – metnógvir luttakarar verða við hesaferð, og bilførarar verða bidnir um at vísa fyrivarni, serliga í Sandslíð og Dalslíð

(Savnsmynd: Oscar Wilk)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, leygardagin 21. august, skipar Sersambandið fyri súkkling og triathlon fyri føroyameistarakapping í vegasúkkling.

Kappingin verður hildin í Skálavík, og teinurin er úr Skálavík, til Skopunar, til Húsavíkar og til Dals og aftur til Skálavíkar. Opin bólkur hjá monnum súkklar teinin tvær ferðir, 102 kilometrar tilsamans, og hinir bólkarnir, bæði kvinnur og aldursbólkar, súkkla teinin einaferð umframt ein túr til Sands og aftur til Skálavíkar. Tað eru tilsamans 69 kilometrar.

Ein motiónsbólkur er eisini við, sum súkklar teinin eina ferð, 51 kilometrar.

35 fólk hava meldað til kappingina, og hetta er hægsta luttakaratalið nakrantíð í FM kappingini. Tað er so, at hetta er týdningarmiklasta FM kappingin í vegasúkkling (har eru eisini FM í tíðarsúkkling og býarsúkkling).

Skálavíkar Kommuna hýsir tiltakinum og hjálpir at gera dagin til eina uppliving fyri øll, ið luttaka. Millum annað hjálpir kommunan við at skipa karmar fyri trygdini.

Sambandið heitir eisini á fólk um av vísa serligt fyrivarni fyri súkklarum. Serliga er tað strekkið í Sandslíð og millum Húsavík og Dal, har heitt verður á bilførarar um at vísa stóran ans. Vaktarfólk verða at síggja fram við vegnum við gulum flaggi og vesti.

Súkklararnir fara avstað klokkan 12 og væntandi er kappingin liðug umleið klokkan 17.  

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021

56 Leygardagur 21. august 2021

34 ross kappaðust á flúgvarabedingini

Kappingin leygardagin var tann næstseinasta FM kappingin í summar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv ross og nógvar spennandi kappingar, vórðu í væleyðnaðu FM kappingini hjá Vága Ríðingarfelag.

Fyrsta kappingin á degnum var 100 metrar tølt. Her kappast rossini einsæris og vinnari á degnum var Brynjar við Regin Johannessen á baki, teir høvdu tíðina 11,77. Nummar tvey var Strákur við beiggja Regin, Bárði Johannessen á baki og nummar trý Krapi og Thorfinn Nielsen.

Skeiðkappingina vann Kór við Beintu P. Debes, tíðin um teir 100 metrunum var 9,13, nummar tvey vóru Viti við Jónu Ólavsdóttir á baki og nummar trý Orka við ungu Ranju K. H. Djurhuus.

Trav vann Birita Lútzen á Freyr, nummar tvey var Karin Nónklett á Snædis og nummar trý Laila P. Christiansen á Tango. 

Tvíspor ung 250 metrar er aftur í ár ein sera spennandi kapping, fleiri ross eru sum bjóða seg fram. Hesaferð eyðnaðist tað aftur føroyameistaranum frá í fjør, Silfu við Ásu Bárðadóttir at vinna. Nummar tvey var Fía Nolsøe, hon reið á Báruni, nummar trý gjørdist Freyr og Birna Jóansesarson. Tað var tætt milum hesi rossini, tíðirnar vóru ávíkavíst 18,34 - 18,97 - 19,04, nummar fýra hevði 19,26. So fýra ross innafyri eitt sekund.

Tvíspor ll flokk vann Sirkill við Halli Hansen á baki, nummar tvey gjørdist Pegasus og Vár Joensen og trý Gordon við Rebecku Jørgensen. 

Tvíspor l flokkur gjørdist eisini sera spennandi. Eisini her var minni enn eitt sekund millum nummar eitt og nummar fýra. Vinnari gjørdist formaðurin í Vága Ríðingarfelag, leyningurin Zacharias R Jacobsen á ryssuni Ronju. Tey høvdu 17,94, nummar tvey var Bragi við Jónu Ólavsdóttir, 18,10, og nummar trý Svanna og Barbara Carlsen 18,57

Kappingin í Vágum var tann næstseinasta FM kappingin í summar, seinasta kappingin verður í Marknagili leygardagin 28 august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

57 Leygardagur 21. august 2021

Stóra hondbóltskappingin aftur í Vági næsta ár

Faroe Islands Handball Cup verður 1. til 3. august í 2022

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Faroe Islands Handball Cup 2021 eydnaðist heilt framúr væl við glaðum og vælnøgdum luttakarum, siga fyriskipararnir. Næstan 600 leikarar vóru við.

Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup 2022 og fyriskipararnir boða nú frá, at Faroe Islands Handball Cup 2022 verður í døgunum mánadag 1. august til mikudagin 3. august 2022.

Tá verður eisini eitt stórt byrjunartiltak sunnudagin 31. juli 2022.

Tilmeldingin til Faroe Islands Handball Cup 2022 verður latin upp 1. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2021

58 Leygardagur 21. august 2021

"Der Bomber" farin

Gerd Müller - maðurin sum enn eigur metið fyri flest mál í Bundesliguni - gjørdist 75 ár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein stór stjørna í týskum fótbólti er deyður. Sunnudagin bórust boðini um, at Gerd Müller, best kendur undir kelinavninum “Der Bomber”, er deyður, 75 ára gamal.

Felagið hjá Gerd Müller, Bayern München, bar boðini á Twitter.

- FC Bayern syrgir Gerd Müller. Í dag er stilt í FC Bayern. Týsku metmeistararnir og okkara framúr fjeppara syrgjar missin av Gerd Müller, sum tíðliga sunnumorgunin doyði, 75 ára gamal, skrivar stóra suðurtýska felagið.

Gerd Müller var ein tann vandamiklasti áleyparin í fótbóltssøguni. Hann skjeyt 365 mál í Bundesliguni, og tað er framvegis met. Eisini megnaði hann at skora 68 mál í 62 landsdystum fyri táverandi Vesturtýskland.

Gerd Müller var við til at vinna bronsu fyri Vesturtýskland í HM kappingini í Meksiko í 1970 og at vinna gull á heimavølli í 1974. Og tað var – sjálvandi – Gred Müller, sum skoraði sigursmáli til 2-1 í finaluni móti Niðurlondum.

Gerd Müller var eisini valdur til ársins fótbóltsspælara í Evropa í 1970.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021

59 Leygardagur 21. august 2021

Føroyingar við í Ex on the Beach

Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg við í umstríddari realitysending

 
SkrivaÐ:

Hvat.fo

Tað hevur gingið sum slatur í rúma tíð, men í dag er greitt, at Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg úr Havn luttaka í donsku realitysendingini Ex on the Beach.

Tveir partar av realitysendingini, sum má sigast at vera eitt stig villari enn Paradise Hotel, eru komnir út á stroymingartænastuna Discovery+, og her síggjast bæði Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg.

Teit hava vit sæð í donskum reality áður. Hann vann Paradise Hotel í 2019, og í fjør luttók hann í Singletown.

[object Object](Mynd: Discovery+)

Teresu hevur ikki verið at sæð í reality áður, men við sínum mongu fylgjarum á Instagram, er hon kend millum tey ungu í Føroyum.

[object Object](Skíggjamynd: Discovery+)

Ex on the Beach er eitt sindur øðrvísi enn Paradise Hotel. Tað er eingin vinnari, og fleiri av luttakarunum, sum savnast í stórum summarhúsi á Gran Canaria í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir.

[object Object]Teitur á stevnumøti við einari gamlari flammu (Mynd: Discovery+)

Hetta leggur upp til drama og spenning millum luttakararnar, tí nøkur teirra hava framvegis kenslur fyri hvørjum øðrum.

Luttakararnir eru vanliga ikki bangnir av sær, og tað kemur meira enn so fyri at ymiskt hendir undir dýnuni.

Í fyrstu partunum sum komu út sunnudagin, síggja vit einans Teit, men tað er greitt at Teresa kemur inn í sendingina seinni. Hon sæst á brellbitunum, tá sendingin byrjar.

Ex on the Beach sæst á Discovery+.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2021