Leygardagur 28. august 2021 | Nr. 35 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 7
SíÐa 8
SíÐa 10
SíÐa 42
SíÐa 9
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Týsdagin 31. august eru tvey ár liðin síðan vit vóru á vali seinast fyri at velja umboð í løgtingið.
Nú valskeiðið er hálvrunnið, er lítið sum bendir á, at tað fer at eydnast hesi samgonguni at halda fram eftir komandi løgtingsval. Í hvussu so er, er tað onki tekn í veljarakanningini, sum Blaðið almannakunngerð í dag, sum benda á, at tað fer at eydnast núsitandi samgongu at savna ein meiriluta eftir komandi løgtingsval.
Sostatt peikar nógv á, at vit um tvey ár enn einaferð fara at uppliva eitt fullkomið sporskifti í landsins stýri, har vit – eins og vit upplivdu í 2015 og aftur í 2019 – fáa eitt nýtt landsstýri, hvørs fyrsta mál er at seta úr gildi tær skipanir, sum undanfarna stýri hevði sett í gildi fyri at seta aðrar ístaðin fyri.
Sjálvandi skulu vit virða fólkaræðið og fólksins vilja og fagna hesum. Men tey, sum sita í politisku skipanini máttu kunna innsæð, at ein slík skipan jú ikki er til gagns fyri heildina, tí tað verða brúktar ov nógvar kreftir til at bróta niður ístaðin fyri at byggja upp.
Tí er tað onkursvegna óskiljandi, at tað ikki ber til at fáa eina politiska skipan, har arbeitt verður við breiðari semjum. Heldur enn at skapa løtuvinningar eiga dugnaligir politikarar seta sær fyri at skapa breiðar semjur til tess at fremja haldbærar loysnir.
Onki bendir á, at núverandi skipan við blokkum, sum standa støðufastir móti hvørøðrum, er før fyri hesum. Hvørki undanfarna ella núverandi samgonga kunnu vísa á dømi um væleydnað politisk tiltøk av týdningi, sum eru sett í verk í breiðari semju, og tí hava hildið.
Tí áttu flokkarnir at gjørt royndir at funnið saman tvørtur um núverandi mørk. Tak Tjóðveldi, til dømis. Undir undanfarnu samgongu var týðuligt, at flokkurin hevði stórar ætlanir um nýskipanir – hetta til tess at skapa grundarlag fyri stóra málinum hjá flokkinum, sum er fult sjálvbjargni her á landi. Men hesar ætlanir bóru ikki á mál, og so langt frá tí. Orsøkin var, at samgonguflokkarnir ikki vildu fara eins langt og Tjóðveldi vildi.
Nýggja veljarakanningin vísir, at alt bendir á, at núverandi samgonga við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, ikki fær meiriluta eftir komandi val. Skal so Tjóðveldi, t.d. aftur gera samgongu við júst somu flokkum, sum seinast kanska vóru orsøk til, at Tjóðveldi gekk aftur við næstan trimum prosentstigum á seinasta vali. Javnaðarflokkurin og Framsókn eru í júst somu støðu.
Og Sambandsflokkurin er í løtuni eitt livandi dømi um, at ikki eingang tað at hava løgmann hjálpir, tá tað eru hinir flokkarnir í samgonguni, sum seta dagsskránna. Flokkurin royndi tað við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni, og hevur eyvitað ikki lært av teimum mistøkum.
Politiskir flokkar eiga, heldur enn at finna løtuvinningar, at hava sum aðalmál at skapa stabilitet – politiskt støðufesti – og koma fram til haldgóðar loysnir.
Gott hevði verið, um onkur longu nú gjørdi eina roynd. Sitandi samgonga kundi byrja við at drigið andstøðuna við í fíggjarlógararbeiðið til dømis.
Tí við dagsins veljarakanning fyri eyga, so er vist, at tað ikki fer at gagna flokkunum í samgonguni, um fíggjarlógin aftur hesaferð fer gjøgnum tingviðgerðina uttan at lurta eftir andstøðuni og við 18 atkvøðum fyri og 17 ímóti.
Stóru samgonguflokkarnir og eisini Javnaðarflokkurin ganga aftur
Tað sær ikki út til at eydnast Javnaðarflokkinum at koma upp á eina undirtøku umleið tey 30 prosentini í veljarakanningum.
Veljaratølini hava seinastu veljarakanningarnar sæð gott út fyri Javnaðarflokkin, men í nýggjastu kanningini frá Spyr.fo, sæst ein markant afturgongd til Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 28,0 prosent av atkvøðunum. Gamaní, tað er framvegis ein stór framgongd í mun til tey 22,1 prosentini, sum flokkurin fekk á valinum fyri tveimum árum síðani. Men tað er eisini ein afturgongd upp á eitt heilt prosentstig í mun til seinastu spyr.fo-kanning, sum varð gjørd fyri tveimum mánaðum síðani.
Við hesi niðurgongdini fer Javnaðarflokkurin eisini úr tíggju niður á níggju sessir í løgtinginum, um val var í dag.
Tjóðveldi gongur fram
Veljarakanningin skeiklar ikki javnvágina í løgtinginum, sum hevur verið galdandi í eina tíð. Núverandi andstøðuflokkar hava framvegis 18 umboð og samgonguflokkarnir 16.
Í andstøðuni er tað nú Tjóðveldi, sum gongur fram.
Síðani valið, tá Tjóðveldi fekk 18,1 prosent og seks tingsessir, hava kanningarúrslitini hjá flokkinum vagga eitt sindur upp og niður. Fyri einum ári síðani lá flokkurin beint oman fyri 16 prosent og stóð til at missa ein tingsess. Nakrar ferðir hevur flokkurin vaksið eitt sindur eisini, men ongantíð so mikið, at tað hevur útloyst sjeynda tingsessin.
Ikki fyrr enn nú. Tá spyr.fo týsdagin spurdi 500 veljarar hvønn flokk tey høvdu valt nú, gjørdist undirtøkan hjá Tjóðveldi 19,8 prosent, ein framgongd á 2 prosentstig. Flokkurin er nú klárt triðstørsti flokkur, og stendur eisini til at hækka tingfólkatalið upp í sjey.
Sambandi bløðir – Miðflokkurin vinnur
Flokkurin hjá løgmanni, Sambandsflokkurin, sum júst hevur skift út í landsstýrismanningini við tí endamáli at bøta um støðuna hjá flokkinum, missir framvegis atkvøður í ólukkumát, og løgmansflokkurin er nú nógv tann minsti av teimum fýra stóru.
Sambandsflokkurin gongur aftur við hálvumøðrum prosentstigi, fær nú undirtøku frá 16,3 prosentum av veljarunum, og stendur at fáa fimm umboð á tingi, tvey færri enn nú.
Tað gongur eisini afturá hjá Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin gongur 0,8 prosentstig aftur í mun til kanningina fyri tveimum mánaðum síðani, fær nú undirtøku frá 20,6 prosentum. Tað gevur sjey umboð á tingi, sama sum seinastu kanning, men tvey færri enn flokkurin stóð til at fáa í líknandi kanning í mai.
Hesaferð er tað Miðflokkurin, sum ‘bjargar’ støðuni hjá samgonguni. Miðflokkurin stendur til at fáa 7,7 prosent av atkvøðunum. Tað er tað mesta, sum flokkurin hevur fingið, síðan Portalurin/Blaðið Vikuskiftið fór undir samstarv við Spyr.fo um regluligar veljarakanningar á heysti 2018.
Miðflokkurin fer við hesum góða úrslitinum eisini upp á trý umboð á tingi.
Miðflokkurin staðfestir harvið eisini sína støðu sum tann størsti av teimum smáu, tí Framsókn stendur at fáa 5,3 prosent og varðveita síni tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýri við 2,3 prosentum heldur ikki hesaferð sær út til at fáa umboðan á tingi.
Havast skal í hesum sambandi í huga, at tað er ein stórur partur av teimum spurdu, 9 prosent, sum ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja. Hædd skal eisini takast fyri eini óvissu á 3,7 prosent.
Hvør tekur frá hvørjum?
Um hugt verður nærri at tølunum í spyr.fo-kanningini, so sæst, at Tjóðveldi er tann flokkur, ið heldur nógv best upp á sínar veljarar.
90 prosent av teimum, ið siga, at tey valdu Tjóðveldi á valinum seinast, siga seg eisini at fara at velja Tjóðveldi nú. Tær atkvøður, sum Tjóðveldi missir av týdningi, fara til Fólkaflokkin, vísir matrisan hjá spyr.fo yvir veljaraflytingar.
Eisini veljararnir hjá Javnaðarflokkinum eru trúgvir. 87 prosent siga seg fara at halda seg til sama flokk, sum til valið seinast. Eisini her gongur størsta talið af flytingum til Fólkaflokkin.
Í trúskapi liggja framsóknarveljararnir á triðja plássi. 77 prosent siga seg fara at velja Framsókn aftur, um val var í dag. Framsókn á baki kemur Miðflokkurin, har 75 posent siga seg fara at velja Miðflokkin aftur.
Tað løgna við Miðflokkinum í hesum sambandi er, at tey 25 prosentini, sum ikki siga seg fara at velja Miðflokkin, gera tað ikki tí tey ætla at velja ein annan flokk, men av tí, at tey siga seg ivast. Tað eydnaðist ikki spyr.fo-kanningini at finna nakran miðflokkaveljara frá seinast, sum sigur seg fara at velja ein annan flokk.
Men tá tað kemur til smærru flokkarnar er talan um smá tøl, og harvið stóra óvissu. Tað er eisini galdandi fyri Framsókn, har onkur av teimum, ið svara, siga seg fara at velja annan flokk, men flest eru tó tey, ið eru í iva.
Fólkaflokkurin missir til Sambandið og Sambandið til Javnaðin
Hjá Fólkaflokkinum eru tað 62 prosent av teimum, sum valdu flokkin seinast, sum ætla at seta krossin á sama stað um val var nú. Fólkaflokkurin sær út til at missa atkvøður til Sambandsflokkin, og nakað til Javnaðar- og Miðflokkin.
Mongdin av sambandsveljarum seinast, sum aftur fara at seta krossin við Sambandsflokkin nú, er 62 prosent. Heili 16 prosent av sambandsveljarunum siga nú, at tey fara at velja Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin missir eisini nakað til hinar flokkarnar, men tað er tó ikki eydnast í kanningini at finna nakran sambandsveljara frá seinast, sum ætlar at velja Fólkaflokkin.
Mest ótrúgvu veljararnir eru tey, ið valdu Sjálvstýri seinast. Bert helmingurin, 50 prosent ætlar at velja Sjálvstýri aftur.
Her eru tølini eisini smá, og óvissan tí stór, men tað tykist greitt, at flestu atkvøðurnar sum Sjálvstýri missir, fara til Javnaðarflokkin.
Av teimum, sum ikki høvdu valrætt seinast, sær út til, at flestu atkvøðurnar fara til Fólkaflokkin, og hetta er eisini galdandi fyri tey, sum ikki vóru á vali seinast. Men her er talan um smá tøl og tí um stóra óvissu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021
Men andstøðan klárar seg verri, vísir veljarakanningin hjá Spyr.fo
Samgongan klárar seg ikki betri enn miðalvæl sambært veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið týsdagin.
Veljararnir vórðu bidnir um at meta um avrikið. “Hvussu heldur tú samgongan sum heild hevur klárað seg síðani valið?”, ljóðaði spurningurin, og veljarin hevði so møguleika at geva karakterin 1 til 5.
Miðaltalið gjørdist 2,9 – altso beint undir miðal. Tað er sama miðaltal, sum samgongan fekk tá sami spurningurin varð settur fyri tveimum mánaðum síðani.
Munurin frá kanningini nú og kanningini 29. juni er, at veljararnir hjá samgonguflokkunum geva egnu samgongu teirra eitt sindur verri ummæli nú.
Í juni mánaða fekk samgongan karakterin 4,1 frá egnum veljarum. Nú er miðaltalið 3,9.
Gongur tað bara nøkulunda hjá samgonguni, so gongur tað verri hjá andstøðuni.
Tí veljararnir fingu eisini sama spurning, men um andstøðuna. Og her gjørdist miðalkarakterurin 2,7, sum má metast at vera óvæntað lágt, tí sjálv veljarakanningin annars gevur andstøðuflokkunum meiriluta um val var í dag.
2,7 er eisini minni enn fyri tveimum mánaðum síðani, tá andstøðan ummælið 2,9 frá øllum veljarum, eins og samgongan fekk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Sambandsveljarar jaligir – tjóðveldisveljarar neiligir
Kava vit longur niður í tølini hjá Spyr.fo, so síggja vit, at sambandsveljararnir eru teir, sum geva samgonguni besta ummæli hóast ummælið hjá bæði sambands- og fólkafloksveljarunum verður rundað til 4,0. Miðflokkaveljararnir eru meira skeptiskir, 3,6.
Lakast ummæli fær samgongan frá tjóðveldisveljarum (1,9) og javnaðarveljarum (2,2).
Tá tað kemur til ummælið til andstøðuna, er tað áhugavert, at bara veljararnir hjá Javnaðarflokkinum geva andstøðuna oman fyri miðal. Javnaðarveljarar geva egnu andstøðu ummælið 3,3, meðan tjóðveldisveljarar liggja beint undir miðal, tó avrundað til 3,0 og framsóknarveljarar á 2,6.
Heili 17 prosent av veljarunum hjá Framsókn og 12 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi halda, at andstøðan hevur klárað seg ‘sera illa’. Hjá javnaðarveljarunum er tað bara 4 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021
Spyr.fo: Ein góður helmingur av veljarunum er ímóti, at vit taka ímóti einum lutfalsligum parti av flóttafólkum úr Afganistan
53 prosent av føroysku veljarunum halda ikki, at Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki úr Afganistan.
Spyr.fo gjørdi týsdagin eina kanning, har 500 veljarar fingu henda spurningin: “Heldur tú, at Føroyar skulu taka ímóti okkara lutfalsliga parti av flóttafólkum úr Afganistan?”.
Bert ein knappur triðingur, 32 prosent, svaraði ja, meðan ein stórur helmingur, 53 prosent svaraði nei.
Sostatt bendir okkurt á, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og landsstýrið hava stuðul í fólkinum í síni støðutakan viðvíkjandi flóttafólkum.
Meira enn tríggir fjórðingar av veljarunum hjá samgonguflokkunum, hava somu støðutakan.
Millum andstøðuveljarar tekur ein góður triðingur, 34 prosent, undir við samgonguni, og svarar nei til spurningin, meðan 52 prosent av andstøðuveljarunum halda, at vit skulu taka ímóti flóttum úr krígsherjaða Afganistan.
Heldur hjálpa í heimlandinum
Tey 53 prosentini, sum svaraðu ‘nei’ til spurningin, fingu eisini ein uppfylgjandi spurning, nevniliga “Hví ikki?”.
Her siga tey flestu – 18 prosent – at vit heldur skulu hjálpa flóttafólkunum í heimlandi teirra, 14 prosent halda, at føroyska samfelagið er ov viðbrekið, 13 prosent halda, at vit ikki eru før fyri at veita hesum fólkum hjálp í Føroyum og 6 prosent óttast sonevndar “subkulturar”, sum var ein av grundgevingunum hjá løgmanni fyri ikki at taka ímóti flóttafólkum úr Afganistan.
Sí úrslitini í grafikkinum niðjast í greinini
76 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða fyri samgonguflokkunum, svaraðu nei upp á spurningin um at taka flóttafólk til Føroyar. Nógv flestu av hesum – 29 prosent – siga, at vit heldur skulu hjálpa fólkunum í heimlondum teirra.
34 prosent av teimum, sum siga seg atkvøða fyri einum av flokkunum í andstøðuni, svaraðu nei upp á spurningin, men her vóru orsøkirnar meira javn býttar millum tríggjar av svarmøguleikunum, eins og tað eisini sæst á grafikkinum herundir.
Spyr.fo hevur eisini hugt eftir hvønn hugburð veljararnir hjá teimum einstøku flokkunum hava, men tá hugt verður so “langt niður” í kanningina, gerst óvissan rættiliga stór.
Men tølini vísa, at sambandsveljarar eru meira ivandi enn fólkafloksveljarar, hóast stórur meiriluti sigur nei til flóttafólk. Meirilutin av nei-sigarum í Miðflokkinum er ikki eins stórur og hjá hinum samgonguflokkunum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini ein meiriluta av veljarum, sum ikki halda, at vit skulu taka ímóti flóttafólkum.
Hinir tríggir andstøðuflokkarnir ganga inn fyri at taka ímóti flóttafólkum. Mest sannførd eru tjóðveldisveljarar, har heili 60 prosent svaraðu ja upp á spurningin. Í Framsókn svaraðu 53 prosent ja, meðan hjá Javnaðarflokkinum er tað minni enn helmingurin, 48 prosent, ið sigur ja. Hinvegin eru tað nógvir javnaðarveljarar, 18 prosent, sum ivast í spurninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
Spyr.fo: Flestu veljarar vænta, at tað fer at gagna Sambandsflokkinum, at landsstýrismaðurin varð skiftur út, vísir nýggj veljarakanning
Næstan helmingurin av føroysku veljarunum metir, at tað fer at gagna Sambandsflokkinum, at Helgi Abrahamsen í farnu viku varð skiftur út við Magnus Rasmussen sum landsstýrismaður við vinnumálum.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 500 veljarar fingu spurningin týskvøldið.
45 prosent svara ja til spurningin “Fer tað at gagna Sambandsflokkinum, at Helgi Abrahamsen er skiftur út við Magnus Rasmussen sum landsstýrismaður við vinnu- og unhvørvismálum?” 17 prossent svara nei upp á spurningin, meðan 37 prosent siga seg ikki vita.
Millum veljararnar hjá núverandi samgonguflokkunum svaraði ein meiriluti, 55 prosent, at tað fer at gagna Sambandsflokkinum.
Spyr.fo setti eisini henda spurningin: “Hvussu væntar tú, at Magnus Rasmussen fer at røkja málsøkið samanborið við Helga Abrahamsen?”
Ein lítil helmingur, 48 prossent, av veljarunum væntar, at nýggi landsstýrismaðurin fer at klára seg betri, og millum veljararnar hjá samgonguflokkunum eru væntanirnar enn hægri: 54 prosent vænta at Magnus fer at klára sesg betri.
Sí úrslitið av kanningini herundir (trýst á merkið fyri at vaksa um myndina):
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
18 túrar niðan á Slættaratind út í eitt krevur sítt. Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar
- Eg eri mega troyttur, men hetta er fantastiskt.
Tað var ein troyttur Jákup Petur Eliassen, sum vit fingu orðið á, tá hann og systkinabarnið, Ken Bærendsen, fyri átjandu ferð út í eitt komu oman av Slættaratindi um middagsleitið leygardagin.
Teir báðir gjøgnumfjørdu “Everesting” upp á Slættaratind, og tað upp á beint yvir eitt samdøgur. Á middegi fríggjadagin settu teir hol á hesa royndina, og 24 tímar og 42 minuttir seinni høvdu teir gingið 8.946 hæddarmetrar, sum er á leið 100 metrar hægri enn Mount Everest.
(Mynd: Súsanna Andreasen)
Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar, og 124.000 fet.
Jákup Petur Eliassen segði at hann eina løtu ivaðist í um teir fóru at klára at gjøgnumføra. Áðrenn teir byrjaðu, ivaðist hann eisini um rættast var at avlýsa.
- Ætlanin var at gera hetta á longsta degi, men av ymsum orsøkum bleiv tað ikki. Nú er myrkt um næturnar.
- Men um vit ikki gjørdu tað nú, so var øll venjingin farin til spillis. Vit hava vant fram ímóti hesum, og verið á Slættaratindi fleiri enn 100 ferðir í tí sambandi.
Serliga gjøgnum náttina var tungt hjá teimum báðum. Tað var myrkt, og kalt og kroppurin hevði brúk fyri at sova, greiddi Jákup Petur Eliassen frá.
Ken Bærendsen (Mynd: Sverri Egholm)
Eisini hevur tað verið tungt fyri serliga knøini at ganga oman aftur, men á síðsta túrinum um middagsleitið gekk skjótt. Tá runnu tey oman. Jákup Petur Eliassen ásannaði tó, at tað nú verður gott at sleppa heim.
- Nú verður gott at koma heim at hvíla seg. Eg skal hava eitt heitt bað, og so at sova, segði hann.
Á túrinum vóru teir ongantíð einsamallir. Tað var ikki nakað planlagt, men sjálvt í myrkrinum um náttina vóru fólk og gingu saman við Jákup Peturi og Ken. Og tá teir komu á málstrikuna, vóru nógv fólk og tóku ímóti á Eiðisskarði.
Orsøkin til at hesir túrarnir vóru gjørdir var fyri at seta fokus á Eydnudeildina. Tey sum ynskja at stuðla kunnu senda pening á konto 9865-313.546.7.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021
Katrin fekk í gjár handað 150.000 krónur frá Prinsesse Benedikte fyri sítt sjálvbodna arbeiði í CP-Føroyar, har fysioterapeuturin er forkvinna
Helene Elsass heiðurin verður givin persóni, ið hevur gjørt eitt serliga stórt arbeiði fyri fólk við spastiskum lammilsi, og talan er um eina tí størstu virðisløninina fyri sjálvboðið arbeiði, ið verður latin í Danmark, skrivar Kringvarpið.
Tað varð ein føroyingur, sum í ár fekk serstaka heiðurin. Talan er um 40-ára gomlu Katrin Jacobæus, ið til dagliga starvast sum fysioterapeutur á Landssjúkrahúsinum.
- Uttan nakra aðra orsøk ella ætlan um at hjálpa øðrum fólki hevur Katrin Jacobæus arbeitt fyri at betra um korini um umstøðurnar hjá fólkum við cerebral
parese í Føroyum
Myndir: CP Danmark
Soleiðis skrivar landsfelagi fyri cerebral parese í Danmark millum annað í sínari grundgeving fyri, at føroyski fysioteraputurin í gjár fekk heiðurin og virðislønina á 150.000 krónur handaða frá H.K.H. Prinsesse Benedikte í Keypmannahavn.
Sagt varð, at tað er sera avbjóðandi at arbeiða sjálvboðið fyri fólki við CP í Føroyum, men tað er tað, sum forkvinnan í CP-Føroyar, ið fyrr kallaðist Spastikarafelagið, hevur gjørt. 40-ára gamla Katrin Jacobæus hevur arbeitt við at fáa størri fokus á CP og at millum annað fáa betri viðgerð fyri tað í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Er í Føroyum fyri at leggja manningini lag á at sigla við skonnartseglum
Óvanliga stilt veður hevur verið í dag. Veðurtíðindini boðaðu frá logn, og tað helt manningin umborð á Norðlýsinum mátti markerast onkursvegna.
Tað varð gjørt við, at Norðlýsið legði at undir Bryggjubakka við fullum seglum, tá skonnartin seinnapartin kom á Havnina eftir ein góðan túr við svenskum gestum rundan um Nólsoynna við einum støðgi í Nólsoyarbygd har ein máltíð varð etin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki á hvørjum degi, at líkindi eru at hava seglini uppi, tá ligið verður við bryggju. Men tað bar til í dag.
- Hetta er kanska ikki fyrstu ferð, at Norðlýsið er komið at bryggju í Havn við fullum seglum, men hetta er í hvussu so er fyrsta ferðin við eini kvinnu við stýrisvølin, segði skiparin og reiðarin, Hans Andrias Kelduberg, tá skipið lá trygt undir Bryggjubakka.
Hann sipar til Line Bøge Wessel, sum seinastu vikurnar hevur siglt við Norðlýsinum, og við tryggari hond eisini stundum hevur havt vaktina við stýrisvølin í ferðafólkasigling millum oyggjarnar. Line hevur pappír sum ‘kystskipper’, men hevur eisini staðið skipsføraraprógv, men vantar tó nakað av siglingstíð áðrenn kon kann kalla seg skipsførara.
Hóast unga aldurin, er hon so mikið roynd at sigla við skonnartum, at hon er boðin til Føroya at leggja manningini á Norðlýsinum lag á at sigla við skonnartseglum.
Eftir at hon var við skúlaskipinum Georg Stage, hevur Line siglt við fleiri ymsum donskum seglskipum, eitt nú Bonavista og Fylla. Gomlu træseglskipini hava hennara stóra áhuga, og tað er eisini innan hesa sigling, hon ætlar sær at gera seg galdandi í framtíðini.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Ongantíð fyrr hava so nógv gist á føroyskum hotellum sum í juli 2021
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk gist á føroyskum gistingarhúsum sum í juli mánaða í fjør.
Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya yvir gistingar í Føroyum.
31.268 gistingar er tað hægsta talið, ið nakrantíð er skrásett fyri gistingar í ein einstakan mánaða. Í mun til juli-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við knappliga 50 prosentum. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25 prosent, skrivar Hagstovan.
Í juli í ár vóru knappliga 31.300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36 prosent í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.
Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70 prosent.
Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 10.800 í tali í juli, sum er 35 prosent meira enn í juli í fjør.
Vøksturin er 4 prosent meira enn sama mánað í 2019. Talið av innskrivingum er sostatt ikki økt eins nógv og talið av gistináttum, sum merkir, at tey vitjandi hava gist fleiri nætur, skrivar Hagstovan.
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Um 75 prosent av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5 prosent í fjør.
Í 2019 var nýtslustigið 90 prosent, sum er tað hægsta, ið hevur verið. Men síðan tá, er talið av kømrum økt munandi í Føroyum, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
Fyrra hálvár í ár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur, ið er tað sama sum fyrra hálvár í fjør
Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 4,1 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er 140 milliónir krónur minni enn fyrra hálvár í fjør, men verður bara hugt at fiskavøruútflutninginum, er hann áleið tann sami, sum í fjør. Fyrra hálvár útfluttu vit fiskavørur fyri 3,9 milliardir krónur.
Fyrra hálvár varð útflutt minni av makreli. Í ár vórðu útflutt 10.000 tons, meðan nøgdin í fjør varð 36.000 tons. Útflutningsvirðið í ár er 102 milliónir, meðan tað var 421 milliónir í fjør.
Laksaútflutningurin er tó vaksin aftur, og har er útflutt fyri nærum tveir milliardir krónur fyrra hálvár. Nøgdin er 38.000 tons, og tað er tað mesta nakrantíð eitt hálvár, skrivar Hagstovan.
Útflutningurin av botnfiskasløgunum toski, upsa og hýsu er tó eisini minkaður. Mest fyri toskin – 12 prosent – og minst fyri hýsu, har minkingin er eitt prosent. Í nøgd er útflutningurin av hýsu tó vaksin úr góðum 3.600 tons í fjør, til nærum 4.000 tons í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Fyrra hálvár í ár innfluttu vit fyri 300 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør
Fyrra hálvár í ár innfluttu vit fyri 4,2 milliardir krónur. Tað eru 300 milliónir meira enn fyrra hálvár í fjør – ein vøkstur á 7,6 prosent. Um skip of flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin. nærum 11 prosent, skrivar Hagstovan.
Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í teimum flestu av hinum vørubólkunum er talan um ein vøkstur.
Størsti vøksturin er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna", har innflutt er fyri 150 milliónir krónur meira – ein vøkstur á 44 prosent.
Eisini er stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu – ein vøkstur á 12 prosent.
Eisini hava vit brúkt meira uppá innflutning av brennievni, tó at nøgdin er minkað uml. 11 prosent. Virðið er tó vaksið við 17 prosent, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Harav eru tólv og ein hálv millión flutt til Thetis fyri greiningar, løn og útgerð. So at siga restin er farin til Heilsufrøðiligu Starvstovuna, ið stendur fyri greiningum. Hetta útgreinar Kaj Leo Holm Johannesen í svari uppá fyrispurning frá Beintu Løwe
Í svari uppá grein 52 fyrispurning frá Beintu Løwe um koronukanningar avdúkar landstýrismaðurin, at tær beint yvir 402.000 koronukanningarnar í Føroyum hava kostað sjúkrahúsverkinum umleið 30 milliónir krónur - tað eru umleið 15 milliónir fyri hvørt árið.
Í fyrispurninginum vildi landstýriskvinnan fyri Tjóðveldi vita, hvussu nógv landið/heilsuverkið hevið rindað privatum kanningarstovum fyri at taka sær av COVID-19 kanningum síðani mars mánað í fjør, tá koronufarsóttin byrjaði og higartil í ár. Í viðmerkingunum nevndi Beinta Løwe, at Landssjúkrahúsið í fjør valdi at útveita COVID-19 kanningar til privatar fyritøkur.
Beinta Løwe setti fram spurningin, nú eitt og eitt hálvt ár eftir, at koronafarsóttin gjørdi sítt inntriv í føroyska samfelagið
Landstýrismaðurin hevur avmakrað svarið til at fevna um tær kanningar, ið sjúkrahúsverkið skipar fyri. Hann nevnir, at síðani á heysti í fjør hevur Sjúkrahúsverkið samstarvað við privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis um at skipa og standa fyri koronukanningunumá Eystaru bryggju í Havn.
- Harumframt greinar Thetis umleið helvtina av øllum teimum kanningum, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd av. Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar hina helvtina. Samanumtikið hevur samstarvið við øll verið fyrimyndarligt.
Í stuttum kann sigast, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar kanningar fyri Sjúkrahúsverkið, ið saman við Thetis ger koronukanningar í Føroyum. Sjúkrahúsverkið hevur evstu ábyrgdina av teimum kanningum, ið verða framdar í sjúkrahúsverkinum, verður sligið fast í svarinum.
Kaj Leo Holm Johannesen upplýsir, at av teimum umleið tretivu milliónunum eru 16,5 milliónir fluttar Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri greiningar av kanningum, og 12,6 milliónir eru fluttar til kanningarstovuna Thetis fyri greiningar, løn til tey, sum potað, umframt tað tilfar, sum er neyðugt í sambandi við kanningarnar, t.d. verndarúgerð, potipinnar og gløs. Harumframt eru umleið 900 krónur goldnar til Smyril Line fyri at samskipa fyri sjúkrahúsverkið í mun til kanningar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Tað verður nú mett ráðiligt, at lata fólk koma til landið uttan koronukanning. Kanningarnar halda uppat 31. august
Tann 1. september verður ikki kannað fyri koronu við landamørkini longur. Í longri tíð hava vit verið von við at latið okkum kanna við komu, og rinda fyri 390 krónur fyri kanningina. Hetta hevur verið eitt krav.
Men nú steðgar hendan skipanin. Tað hevur farsóttarnevndin gjørt av á fundi í dag, upplýsir formaðurin í nevndini fyri útvarpinum.
- Fyrr ella seinni fóru vit at gevast við at kanna fólk fyri koronu við landamørkini. Áður hava vit hugsað um tíðin var komin, men eitt smittuútbrot í juli gjørdi, at vit hildu fram við kanningunum til 31. august, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini við útvarpið.
Nú verður mett, at tað er ráðiligt at gevast við hesum.
- Við útbreiðsluni av koppingarevninum og núverandi smittustøðuni, halda vit at tað gevur meining at steðga við kanningunum, sigur Michael Boolsen, fúti.
Tilmælini í løtuni eru tey, at eisini lata seg kanna á fjórða degi, men hvussu verður við hesum, er enn ógreitt.
Farsóttarnevndin hevur givið landsstýrinum síni tilmæli, og um nakrar dagar verður væntandi greitt hvørji hesi vera.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Tilburðir av AY.3 og B.1.621 eru staðfestir í millum annað Danmark og Noregi, og frábrigdi kann vísa seg at vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, hóast serfrøðingar meta, at tað er heldur tíðliga at staðfesta
Eitt nýtt frábrigdi av koronu er farið at gera um seg ymsastaðni. Serliga er tað í amerikansku statunum Mississippi og Missouri, at nógvir tilburðir av AY.3 og B.1.621 eru at síggja - áleið 40 prosent av øllum sum eru.
Talan er um eitt frábrigdi, sum hevur sín uppruna í Kolumbia, og sum sambært Reuters fyrstu ferð var at síggja har í januar.
Berlingske skrivar, at frábrigdi kann vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, ið hevur verið tað mesta vanliga í teimum flestu londunum í longri tíð. Serfrøðingar ivast tó, um tað verður soleiðis, og Mads Albertsen, professari i "DNA-sekvensering" sigur við miðilin, at tað í øllum førum er ov tíðliga at siga.
Norska Dagbladet skrivar, at sjey tilburðir av B.1.621 eru staðfestir í Danmark. Norskir myndugleikar staðfesta, at nakrir tilburðir hava verið í Noreg, men alt ov fáir til at tað vekir stúran.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Covid-19 verður ikki roknað fyri at vera samfelagskritiskt longur. Kravið um koronupass fer úr gildi
Danir meta frá 10. september, at covid-19 ikki er samfelagskritisk sjúka. Tað hevur danska stjórnin avgjørt, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Sostatt fara allar koronuavmarkingar úr gildi hendan dagin. Tað vil siga, at tað ikki longur verður neyðugt við koronupassi til størri tiltøk og í náttarlívinum, verður sagt í fráboðan.
- Undirtøkan av koppsetingini í Danmark er høg, og tamarhald er á farsóttini, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri.
Hetta var harvið fyribils endin við 18 mánaðum við koronuavmarkingum í Danmark. Fyrstu avmarkingarnar vóru settar í verk tann 11. mars í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
Úrslitið fyri annan ársfjórðing kunngjørt í morgun: Yvir 400 milliónir í rakstrarúrsliti
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing í ár var 407,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 28.200 tons, harav 17.600 tons vórðu tikin í Føroyum og 10.600 tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 57,4 milliónir krónur.
Úrslitið eftir skatt fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 428,1 milliónir krónur í mun til 471,7 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri fyrra hálvár var rakstrarúrslitið 631 milliónir krónur í mun til 430 milliónir krónur sama tíðarskeiðið 2020, og úrslitið eftir skatt var 836 milliónir krónur fyrra hálvár 2021 mótvegis 324 milliónum sama tíðarskeið í 2020.
(Mynd: Bakkafrost)
Væl nøgd við úrslitið
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin hevur verið merktur av korona farsóttini, men hóast hetta er marknaðurin batnaður nógv í hesum ársfjórðinginum.
- Serliga er hettar galdandi fyri amerikanska marknaðin, ið er vaksin nógv. Altjóða tøkan av laksi øktist bert eitt prosent í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tó eru munandi nøgdir av frystum laksi, ið hevur ligið á goymslu, eisini seldar á heimsmarknaðin. Tískil øktist samlaða útboðið av laksi nærum 9 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør.
- Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 og fyrru helvt av 2022 góð, tí nógv minni av laksi kemur á marknaðin samanborið við sama tíðarskeið árið fyri.
- Vit eru serstakliga væl nøgd við at okkara smoltstøðir í Føroyum áhaldandi mennast. Í hesum ársfjórðingi hava vit sett út 3,2 milliónir smolt í Føroyum við miðalvekt uppá heili 422 gramm. Sostatt eru vit næstan komin á mál í mun til strategiina hjá okkum um at ala stór smolt við miðalvekt á 500 gramm. Útbyggingarnar av okkara smoltstøðum ganga sum heild væl, bæði í Føroyum og í Skotlandi, har størri og betri smolt fer at hava sera stóra jaliga ávirkan á alingina. Tískil er hettar høgt raðfest í okkara umfatandi íløguætlan fyri virksemið í Føroyum og Skotlandi.
- Íløguætlanin gagnar eisini samfelagnum sum heild, tí nærum tveir triðingar av teimum vørum og tænastum vit keypa, eru frá lokalum veitarum. Í fyrru helvt av 2021 hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 876 milliónir krónur og fyri 500 milliónir krónur í Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Hetta er í mun til níggju milliónir sama tíðarskeið í fjør
Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 milliónir krónur sammett við 6 milliónir sama tíðarskeið í 2020.
Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 milliónir krónur fyrra hálvár í mun til 9 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri.
Útlánini øktust frá 1.990 milliónum til 2.011 milliónir krónur, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent.
Innlánini lækkaðu frá 2.469 til 2.453 milliónir krónur, ið svarar til eina minking á 0,6 prosent.
Innlánsavlopið var 442 milliónir krónur pr. 30. juni 2021.
Lyklatalið fyri gjaldføri – LCR – var uppgjørt til 274 prosent pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 prosent.
Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 prosent, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 prosent.
Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
Føroyar eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv, heldur Tjóðveldi
Tjóðveldi hevur sent Løgtinginum uppskot, har landsstýrið verður biðið um beinanvegin at kalla inn kommunur og privatar íleggjarar til tess at gera avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk.
– Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti. Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald.
– Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og materiellum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi.
Seinastu árini hava kommunur og land gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt, men kortini eiga Føroyar onga høll, sum lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar, og Føroyar eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv, heldur Tjóðveldi.
– Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava í seinastuni umrøtt og tikið ymisk stig til tess at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum o.a. Tað er at fegnast um, men landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina veruliga tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa. Tí eigur Løgtingið at biðja Landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman um at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat í felag byggja og fíggja høllina.
Tjóðveldi heldur ikki, at tað er avgerandi, hvar í landinum ein slík høll verður bygd, men at hon verður bygd sum skjótast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
Ein stórhøll skal byggjast í Hoyvík fyri 217 milliónir krónur, og skal hýsa 3000-4000 fólkum til hondbóltsdyst. Í næstum fer borgarstjórin at leggja uppskot fyri býráðið
Høllin er teknað, staðsetingin er komin upp á pláss og kostnaðurin er eisini komin upp á pláss.
Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við útvarpið í kvøld.
Prát hevur verið um stórhøll í fleiri ár, og nú er okkurt sum bendir á, at hetta verður veruleiki. Sambært borgarstjóranum, skal høllin standa klár um eini tvey ár.
Ætlanin er at byggja hana við Stórutjørn í Hoyvík. Høllin skal hýsa 3000-4000 fólkum til hondbóltsdyst, og skal eisini kunna nýtast til konsertir, samkomur og annað.
Kostnaðurin er umleið 217 milliónir krónur, upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri útvarpinum mánadagin.
- Tað sær øgiliga positivt út. Tað skal undra meg øgiliga nógv um vit ikki klára at fáa hetta ígjøgnum, segði borgarstjórin.
Sum skilst er áhugi frá grunnum og privatum fyritøkum, og tí stendur høvuðsstaðarkommunan ikki einsamøll við íløguni. Heðin Mortensen væntar, at Tórshavnar kommuna fer at rinda 80-100 milliónir av verkætlanini.
Á Strondum er ein áhugabólkur eisini í holt við verkætlan um stórhøll. Lagt verður upp til at landið rindar 70 prosent av verkætlanini, og kommunan restina. Stórhøllin á Strondum verður mett at kosta millum 80 og 100 milliónir.
Stórhøll á Strondum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
Minnilutin í Tórshavnar býráð saknar eina langtíðaríløguætlan frá borgarstjóranum. Um skattaprosentið ikki skal hækka ella eitt risa lán skal takast, ber ikki til at gera so nógv samstundis. Minnilutin spyr eisini hvar Ellis og røktarheimið í Havn bleiv av
Minnilutin í Tórshavnar býráði er farin at ótolnast eftir Ellis- og røktarheiminum, sum skuldi byggjast í Havn, nú borgarstjórin kemur við útmeldingum um stórar íløgur.
- Staðsetingin varð samtykt í býráðnum, og 4 milliónir vórðu settar av í fíggjarætlanini fyri 2021 til fyrireikingar og projektering, soleiðis at arbeiðið við at byggja ellis- og røktarheimið kundi fara í gongd í 2022. Eitt tað fyrsta sitandi býrað gjørdi var broyta staðsetingina í Hoyvík, og enn er ongin nýggj staðseting komin fyri býráðið, og heldur ongin fyrireiking ella projektering av heiminum er farin í gongd. Ellis- og røktarheimið hevur sostatt onga viðgerð fingið í eldranevndini, fíggjarnevndini ella býráðnum, sigur minnilutin í fráboðan.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði fyrr í vikuni, at stórhøll skal byggjast í Hoyvík, og kostnaðurin fer at vera 217 milliónir krónur. Eftir ætlan verður klárt um eini tvey ár, væntar borgarstjórin.
- Nýggja ellis og røktarheimið er mett at kosta áleið 150-170 milliónir krónur og við einum árligum íløgukarmi á 180-200 milliónir, verður tað trongt við bæði langhyli (200 milliónir), innkomuvegi (265 milliónir), stórhøll (217 milliónir), ellis og røktarheim fyri 170 milliónir umframt allar aðrar íløgur í dagstovnar, vegir, kloakkir, gøtur, grøna orkuskiftið v.m, sigur minnilutin í býráðnum.
- Hóast vit øll fegin ynskja allar hesar iløgur, so er greitt, at tað skal ein raðfesting til, ein langtíðaríløguæltan, sum greitt sigur borgarunum í Havn, nær tey kunnu vænta at hesar íløgur verða framdar. Eitt er vist, tað ber ikki til at gera allar í senn, uttan at skattaprosentið hækkar eini 2 prosent (hvørt skattaprocent kostar 40 milliónir) ella at kommunan tekur eitt risa lán.
Minnilutin í Tórshavnar býráði er Gunvør Balle, Elsa Berg, Jákup Dam, Annika Olsen, Birgir Nielsen og Ruth Vang.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Avtala er gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at havrannsóknarskipið Jákup Sverri fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum
Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið Jákup Sverri fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.
– Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent m.a. Smyril Line, Skansi Offshore, Thor Offshore og Bakkafrost sum útbúgvingarstøð fyri aspirantar, og við avtaluni við Havstovuna legst ein møguleiki aftrat hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð við skipum í serflokki, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum.
Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið undir lesnaðinum, eins og kent er úr útlondum.
– Havstovan vil við hesum fegin vera við til at leggja fleiri lunnar undir møguleikarnar hjá aspirantum, sigur Annfinn Hjelm, reiðari á Jákup Sverra og leggur afturat:
– Tað er sjálvsagt at gagnnýta framkomna skipið til at geva aftur til føroyska samfelagið og á hendan hátt at viðvirka til at fáa enn fleiri vælútbúgvin fólk at søkja sjógvin.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri siglir eftir fastlagdari ætlan fyri eitt ár í senn. Fyribils er ætlanin at hava ein brúgvaaspirant knýttan at skipinum í senn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021
Nýggja og meiri umfatandi greiningin fevnir sum nú er, um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinni eisini at fevna um hagtøl frá til dømis eftirlitsvirksemi. Við nýggju skipanini ber eisini til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur lagt til rættis eina nýggja og meiri umfatandi hagtalsgreining av dátum hjá stovninum. Greiningin fevnir sum nú er um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinri eisini at fevna um hagtøl frá t.d. eftirlitsvirksemi.
Gamla skipanin kundi einans greina dáturnar út frá á kyni, skaðaári og vinnugrein. Við nýggju skipanini ber til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum, sum til dømis: Skaðaár, Kyn, Aldur, Starvsaldur, Vinnugrein, Slag av skaða, Skaðaháttur, Arbeiðsuppgáva, tá ið óhappið hendi, Útbúgvingarstig, Nær í arbeiðstíð óhappið hendi og Tjóðskapur
Eftir tilmæli frá Hagstovuni er vinnugreinabýtið í skipanini sett upp eftir evropeiska NACE leistinum og útbúgvingarflokkingarnar gjørdar eftir ISCED leistinum hjá UNESCO. Ymiskar aðrar flokkingar eru gjørdar eftir sama leisti sum hjá øðrum norðurlendskum
Higartil ber til at gera greiningar yvir arbeiðsóhapp, sum eru fráboðað myndugleikanum í 2019 og 2020. Hagtølini frá árgangunum 2010-2018 verða væntandi tøk seinni í ár.
Fyri at gera hagtølini atkomulig, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ment ein hagtalsportal á heimasíðuni hjá stovninum. Á hagtalsportalinum ber til at gera ymiskar greining av arbeiðsskaðahagtølum. Hagtøl av hesum slag eru avgerandi fyri, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar virksemið við eftirlitum og øðrum fyribyrgjandi átøkum.
Nýggi hagtalsportalurin sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Hon avloysir Sigrid Arge, sum hevur verið stjóri í barnatannrøktini síðani 1996
Herfyri boðaði Sigrid Arge frá, at hon tann 31. august 2021 fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu fyri aldur.
Sigrid Arge hevur starvast á tannlæknastovuni síðan 1982, fyrst sum tannlækni og síðan 1996 sum tannlæknastjóri, tá hon avloysti Erling Simonsen.
Hesi 25 árini, sum Sigrid Arge hevur verið stjóri, eru stórar broytingarnar farnar fram á økinum. Lógin fevnir nú um ókeypis tannrøkt til øll børn og ung 0-18 ár, harundir eisini tannrætting.
Samanborið við 1996 er barnatalið í skipanini hjá Tórshavnar kommunu trífaldað, samstundis sum tannheilsan hjá børnum og ungum er betrað munandi.
Sum nýggjan tannlæknastjóra hevur Tórshavnar kommuna sett Unn Jakobsen í starvið.
Unn Jakobsen varð útbúgvin tannlækni í 1993 og hevur drúgvar royndir sum barnatannlækni bæði í Danmark og í Føroyum, harímillum 18 ár í tannlæknastovuni í Havn.
Unn Jakobsen hevur eisini granskað innan økið, og saman við Sigrid Arge hevur hon eisini gjørt tær afturvendandi frágreiðingarnar um tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum, umbiðið av Heilsumálaráðnum.
Seinastu umleið 4 árini hevur hon verið leiðari av barnatannarøktini í Klaksvíkar kommunu.
Unn Jakobsen byrjar í starvinum sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu tann 1. september 2021.
Í Barnatannrøktini í Tórshavnar kommunu eru umleið 20 ársverk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, men hevur eisini tannlæknastovur í Skúlanum á Argjahamri, í Kollafjarðar skúla og í samstarvi við kommunurnar i Sandoynni eisini á Meginskúlanum á Sandi. Harumframt er tannrættingarstovan í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um gott 6.100 børn og ung, og figgjarætlanin er umleið 13 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
Sosiala deild umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og Kristina hevur áður starvast júst har. Sosialráðgevin hevur í tvey ár verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum
Tórshavnar kommuna boðaði í vikuni frá, at Kristinu Háberg er sett í starv sum leiðari fyri Sosialu deild.
Kristina Háberg er útbúgvin sosialráðgevi og cand.pæd.psyk. Hon hevur arbeitt sum sosialráðgevi við børnum og ungum í Keypmannahavnarøkinum og í Barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu. Síðani 2019 hevur Kristina Háberg verið leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum.
Nú er hon byrjað í nýggjum starvi. Sosiala deild í landsins størstu kommuni umsitur í høvuðsheitum Barnaverndartænastuna, og á deildini eru umleið 22 ársverk.
Samlaða fíggjarætlanin fyri alt barnavernarøkið í Tórshavnar kommunu er umleið 40 milliónir krónur, skrivar torshavn.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Seinasta mikudag var móttøka fyri Albert Thomassen, sum 1. august hevði verið í føstum starvi hjá kommununi í 30 ár
Seinasta mikudag var móttøka á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í sambandi við, at Albert Thomassen, fíggjarleiðara í Vága kommunu, hevur haft sína føstu gongd á kommunuskrivstovuni í 30 ár.
Tað var 1. august 1991, at Albert Thomassen byrjaði í føstum starvi, í tá Sandavágs kommunu, sum skrivari, og tískil vóru tað 1. august 2021 liðin 30 ár síðan hann fekk sína føst gongd á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrstu tíðina var hann einsamallur á skrivstovuni.
Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Albert, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, segði nøkur orð og handaði Albert eina gávu. Millum annað takkaði borgarstjórin Alberti fyri tí góðu ráðgeving og stuðulin í síni tíð sum nýggjur í politikki og í sessinum sum borgarstjóri, skrivar Vága kommuna.
Sjálvur segði Albert eisini nøkur orð. Millum annað greiddi hann frá, at longu í 1981 byrjaði hann at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu, so alt í alt eru 40 ár liðin, síðan Albert byrjaði sína yrkiskleið í kommunalum høpi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021
Seinasta fríggjadag var hugnaløta í sambandi við, at Steinvør Joensen og Guðrið Vilhelmsen hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár
Seinasta fríggjadagin var ein hugnaløta í sambandi við, at tær báðar Steinvør Joensen og Guðrið Vilhelmsen hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu.
– Hevur tú sagt Stella Maris, so mást tú eisini siga nunnurnar. Tær hava í ár verið í Føroyum í 90 ár, og tað vóru eisini tær, sum settu hesa vøggustovuna Stellu Maris á stovn aftur í 1958 – tann fyrsta í landinum. Steinvør og Guðrið hava sostatt arbeitt í vøggustovuni ein stóran part av tí tíðini, sum Føroya fyrsta vøggustova hevur verið til, segði Heðin Mortensen millum annað í røðu síni fyri teimum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021
Samkoman Lívdin í Hoyvík hevur nú tikið 1.852 fermetrar í tveimum hæddum í nýtslu. Átta ár eru síðani at arbeiðið av álvara fór í gongd
Tað er ein stásiligur bygningur, sum samkoman Lívdin hevur tikið í nýtslu. Síðstu áleið 10 árini hevur virksemið hjá samkomuni verið ymsastaðni í Hoyvík, men soleiðis verður ikki framyvir.
Móttøka var hósdagin í nýggja bygninginum við Vegin Langa í Hoyvík, og tað vóru fleiri sum nýttu høvið at síggja bygningin.
Samkoman Lívdin yvirtók grundøkið sjálvt fyri 20 árum síðani, sum gáva frá Ebenezer. Bygningurin, sum nú stendur liðugt bygdur, er 1.852 fermetrar í tveimum hæddum. Bygningurin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólk.
Jógvan Zachariassen, pastorur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
Átakið “Remote Tourism”
Sheepview, Faroe Islands Translate, Closed for Maintenance og Remote Tourism.
Átøkini hjá Sansir, Mensch og Visit Faroe Islands hava skapt uppmerksemi, og ferð aftaná ferð hava tey vunnið virðislønir fyri tey.
Í ár er heldur einki undantak, tí hósdagin vunnu tey tvær gull- og tríggjar bronsuvirðislønir á Danish Digital Award 2021, og vóru mest vinnandi á tiltakinum.
Tað var fyri atakið Remote Tourism, sum koyrdi á sumri 2020, tá 22 virtuellir túrar vóru gjørdir kring landi. Tað bar til hjá fólki frammanfyri skíggjanum at gera av, hvar ein føroyskur ferðaleiðari við myndatóli á høvdinum skuldi ganga.
Remote Tourism vann gull í bólkunum “Digital Differentiation: Digital Proposition” og “ROI”, og bronsu í “Digital Activation”, “Branded Content – Kampagnedrevet” og “Innivation”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
P/F Banknordik letur á 150.000 krónur í árligari stuðulsjáttan til Banknordik-savnið at keypa føroyska samtíðarlist
Í juni 2020 var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist. P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðinum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr. 150.000,-.
Í februar 2021 keypti BankNordik-savnið eftir hesum leisti eitt listaverk eftir listakvinnuni Hansinu Iversen á framsýningini hjá Steinprenti í Tórshavn, ið hevur heitið ”Orðið er ógreitt, myndin er klár.”
Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á Lista- og Hansíðaskóla Íslands 1989-93 og á Kunstakademiet í Helsingfors 1993-97. Listaverkið er olja á lørift og er ”Uttan heiti”, sum flestir av málningunum hjá Hansinu Iversen. Støddin er 180 x 130 cm.
Hansina Iversen hevur hugsavnað seg um málninga- og steinprentlistina. Myndevnið hjá Hansinu er ikki landslagið sum so, ið hevur eyðkent føroysku málningalistina, men er óítøkiligt. Listakvinnan hevur gingið sínar egnu leiðir og hevur ment seg innan ta abstraktu og sinnisligu listina.
Málningurin er ”abstraktur”, og nýtslan av litunum skapar ein dám av einføldum og eintáttaðum virknaði. Men rørslurnar í myndini geva áskoðaranum ta fatan, at hann onkursvegna er figurativur. Litirnir eru ljósir og gjøgnumskygdir (gulir, bláir, hvítir, gráir og reyðir). Á myndini síggjast organiskir formar í ymiskum litum, ið eru samantvinnaðir.
Heitið á framsýningini vísir til hugaheimin hjá listakonuni og hennara neyva endamál við málninginum. ”Uttan heiti” leggur tað púra opið fyri áskoðaran at skilja málningin, og ger hann forvitnan og skapar eitt samskifta við málningin.
(Mynd: Silja Eystberg)
Eftir sama leisti keypti BankNordik-savnið í juni 2021 tvey listaverk á framsýningini ”Tey 12” í Mullers Pakkhúsi eftir listakvinnuni Silju Eystberg.
Silja Eystberg (f. 1993) hevur gingið á Cambridge School of Art, haðani hon hevur staðið Bachelor prógv í Fine Arts í 2016.
Silja Eystberg hevur havt fleiri serframsýningar í Føroyum og verið við á Várframsýningini og Ólavsøkuframsýningini.
Hon hoyrir til unga ættarliðið av føroyskum listafólki, ið flest teirra ganga nýggjar listarliga leiðir. Silja Eystberg nýtir myndevnið hjá altjóða listapallinum sum slóðara í sínum listarliga arbeiði.
Málningarnir eru figurativir og abstraktir. Myndevnið í báðum málningunum er eins - ein ovurstór andlitsmynd av eini kvinnu – ein nærmynd. Ovari parturin av myndevninum er fráskorið í báðum málningunum og er við til onkursvegna at avskepla teir saman við teimum sterku og áleypandi litunum í andlitinum.
Tann reyði liturin í málningunum er ráðandi, hinir eru bláir, svartir og eitt vet av ljósareyðum og hvítum. Teir ráðandi litirnir gera málningarnar myrkar, daprar og hava sálarfrøðiliga ávirkan. Men litirnir eru eisini við til at skapa lív og rørslu í málningunum við teirra skuggaspæli, men samstundis geva teir eina fatan av álvarsemi. Hesar andlitsmyndir geva málningunum eitt máttmikið eyðkenni. Málningarnir eru kensluligir og vísa djúphugsni.
Silja Eystberg
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Stórur og umfatandi tónleikafestivalur verður í døgunum 1. til 4. september
Øll Havnin fer at suða av nýggjum norðurlendskum tónleiki, nú Norðurlendskir Tónlistadagar (Nordic Music Days) verða hildnir í døgunum 1. til 4. september.
Hetta er á fyrsta sinni, at Føroyar eru vertir fyri aldargamla festivalin frá 1888, sum er ein hin elsti í heiminum, ið setir samtíðar klassiskan tónleik á breddan.
Høvuðsevnið fyri festivalin hesaferð er "Røtur". Hugsjónin er at skapa sterkar samtíðar upplivingar fyri øll og góð gróðrarlíkindi fyri at menna sambandið millum føroyska tónleikamentan og luttakandi norðurlendsku listafólkini. Festivalurin ynskir at skapa karmar fyri, at listafólk og áhoyrarar hittast og fáa íblástur hvør frá øðrum. Margfeldi og javnstøða eru eisini evnir, ið festivalurin leggur dent á.
1. september fara Føroya Symfoniorkestur og Anna Katrin Egilstrøð (myndin) at framføra verkið "Beinta", sum Anna Katrin Egilstrøð hevur skrivað
Festivalurin er serstakur á tann hátt, at tónaskøldini sjálvi skipa fyri, og feløgini í norðurlondum skiftast um at vera vertir. Sostatt er festivalurin í Føroyum fyriskipaður av Felagnum Føroysk Tónaskøld og Dansk Komponistforening í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.
Føroyar geva íblástur
Ein teirra, ið hevur verið við í fyrireikingararbeinum frá byrjan, er tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum eisini hevur verið limur í úrvalsnevndini.
- Flestu verkini eru vald út eftir einum sokallaðum "open-call" leisti, har listafólk úr øllum norðurlondum hava sent inn uppskot til verk út frá teim evnum, festivalurin hevur, sigur Sunleif, og leggur afturat, at ambitiónin er at virka fyri, at føroysk mentan, siðvenjur og samtekstir geva íblástur fyri norðurlendsku luttakararnar, og at føroyski tónlista- og mentanarpallurin verður strimbraður av tí nýhugsan, sum norðurlendsku listafólkini bera við sær til Føroyar.
Út við hundrað luttakarar og umboð koma til Føroyar úr øllum norðurlondunum, men vit eru errin av, at meginparturin av luttakarunum er føroyskir bólkar og einstaklingar, so sum Føroya Symfoniorkestur, Aldubáran, Tarira, Kingo sangararnir úr Tjørnuvík, og Anna Katrin Ø. Egilstrøð.
Tónleikur allastaðni
Tónleikurin fer at ljóma úr øllum hugsandi spælistøðum í býnum, bæði innan- og uttandura. Allir aldursbólkar sleppa upp í part, og stórur dentur er lagdur á at bjóða børnunum og ungum við til bæði verkstovur og konsertir.
Ein stór verkætlan er longu ígongd í Glasi, ein filmsverkstova verður fyri 7. flokk í Runavíkar Kommunuskúla, ein blokkfloytuverkstova fyri 5. og 6. flokk í Klaksvík og ein verkstova fyri 6. flokk í Hoyvíkar skúla, sum hevur til endamáls at gera ein "ljóðtúr" í Hoyvíkini.
Norðurlandahúsið spælir ein sentralan leiklut í umfatandi skránni, og borðreiðir við forkunnugum konsertum fyri allar aldursbólkar. Harumframt eru ljóðinstallatiónir, filmur og fótbóltur á stórskermi á skránni. Café Systrar í Norðurlandahúsinum nýta eisini høvið at bjóða eina serliga matskrá bæði á middegi og um kvøldið við íblástri úr høvuðsevninum "Røtur".
- Vit eru sera fegin um at vera vertir fyri hesa litríku viftuna av spennandi tiltøkum, og harumframt verða høvuðsmøtistaðið fyri luttakarar og áhoyrarar á festivaldøgunum. Tað er til júst slíkar festivalar at Norðurlandahúsið kann spíla seg út og vísa seg frá síni bestu og dámligastu síðu, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, og fegnast um, at festivalurin sum tvær ferðir var avslýstur vegna korona, nú loksins kann fullførast. Tó at høvuðsdagarnir eru 1. til 4. september byrjar fyrsta almenna tiltakið í húsinum longu hóskvøldið við áhugaverdu animatiónskonsertini "Cirkelfærd", sum er fyri vaksin og børn yvir 10 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen
Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen
Jóanes Nielsen málar nýggjan leik
"Portrettið" er ein fiktiv søga, men kortini við persónum sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur.
Hetta er tann ytri karmurin um «Portrettið» eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november.
Eitt smittandi ævintýr
Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar"
Endamálið við leikinum er, at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.
"Virus" er ætlaður næmingum í 1. til 7. flokki og verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari, og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Kann avrigging av oljuvirksemi geva vinnuligar møguleikar í Føroyum? Hetta er spurningurin, sum ein kanning nú skal royna at finna svarið uppá.
Tað er Sjóvinnufelagið, ið hevur tikið stig til kanningina, sum Vinnuframi hevur avgjørt at stuðla. Sjóvinnufelagið hevur heitt á fyritøkuna FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólkur, um at gera kanningina stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Sjóvinnufelagið heldur tað vera rætt at kanna allar vinnumøguleikar í Føroyum. Avrigging ella “Decommissioning”, sum er altjóða heitið fyri at burturbeina gamla oljuútgerð og undirstøðukervi sum t.d. rørleiðingar og oljupallar, ið hava tænt sína tíð, kann møguliga vera grundarlag fyri vinnuligum virksemi í Føroyum.
Í dag hava flestu av okkara grannalondum, tvs. Bretland, Norra og Danmark, tikið til sín henda møguleika, sum gevur bæði nógv arbeiðspláss og inntøkur til samfeløgini.
Nú oljuvinnan í Norðsjónum hevur umleið fimti ár á baki, eru nógvar av keldunum við at tømast, og tí er ikki brúk fyri øllum pallunum longur.
Í Hetlandi eru tey farin undir avrigging av gomlum oljupallum og útbúnaði.
Mett verður, at avrigging í oljuvinnuni fer at umseta fyri meira enn 150 mia. kr. komandi tíggju ára skeiðið.
Tá oljufeløg á sinni gjørdu avtalur um at fara undir útbyggingar og framleiðslu, fylgdi eisini við eitt krav um at rudda upp eftir sær, tá framleiðslan endaði.
Sjóvinnufelagið heldur, at tað kundi verið áhugavert at kanna, um eisini Føroyar kunnu gerast partur av hesum virksemi, ið hevur til endamál at varðveita eina reina og ódálkaða náttúru og umhvørvi, um somu tíð sum nærum alt tilfarið frá gomlum pallum og útbúnaði á havbotninum kann endurnýtast.
Við øðrum orðum snýr vinnan seg um at taka niður, beina burtur og endurvinna mest møguligt av pallum og aðrari útgerð til frama fyri burðardygd og umhvørvið.
Ein orsøk til at Sjóvinnufelagið heldur, at slík kanning kann vera áhugaverd at gera er tann, at næsti granni Føroya, nevniliga Hetland, longu so smátt er farið undir hetta virksemið. Hvat kunnu vit læra av teimum eins og hinum londunum kring Norðsjógvin?
Tað skal vera sagt, at avrigging av pallum og øðrum útbúnaði er bert ein lítil partur av allari arbeiðsupggávuni. Størsti parturin av arbeiðinum verður gjørdur, áðrenn sjálv avriggingin fer fram.
Hann inniber verkfrøðingavirksemi til havs, stýring og umsiting av arbeiðinum, lógararbeiði og samskipan av flutningi við bæði hjálparskipum og tyrlum.
Men er hetta í heila tikið ein vinna, sum føroyingar ynskja at fara í holt við? Og hóast arbeiði er til nærum allar hendur í Føroyum í dag, so er torført at vita, hvussu støðan verður um nøkur ár. Kann avrigging kanska skapa vinnuligt virksemi í Føroyum, tá tað eitt nú verður longri millum størri verkætlaninar í t.d. byggivinnuni?
Orsøkin til at Sjóvinnufelagið hevur heitt á FOÍB um at standa fyri kanningini er tann, at hetta felagið hevur drúgvar royndir á økinum og hevur ognað sær stóra vitan á oljuøkinum sum heild.
Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug í seinnu helvt av 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Tey 700 skipini hjá Mærsk standa fyri eins nógvum útláti sum alt Danmark. Tað skal broytast við nýggjum brennievni, men tað verður ein stór avbjóðing.
Tað sær áhugavert og spennandi út, men tað er eisini sera avbjóðandi – tað grøna orkuskiftið. Soleiðis ljóðar tað aftur og aftur, tá royndir verða gjørdar at finna grønar orkuloysnir, eitt nú til ta risastóru skipavinnuna kring heimin, sum í dag stendur fyri 3 prosentum av tí samlaða útlátinum í heiminum.
Stóri spurningurin, sum her uttan iva eisini fevnir um føroyska fiskiflotan, er, hvussu man kann finna tað rætta brennievnið, ið kann avloysa olju. Hóast útlitini eru long, so verða nógva staðni gjørdar royndir at finna eitt ella fyri tað fleiri brennievni, sum kunnu minka um ella heilt sleppa undan útláti.
Til tess at kunna framleiða nýggja brennievnið e-methanol til flotan hjá Mærsk verður tørvur á methøgum tali av bæði sólkyknu- og vindmylnulundum
Í kjalarvørrinum á seinastu veðurlagsfrágreiðingini hjá ST hevur leiðslan í heimsins størsta konteynarareiðaríi, A.P. Møller-Mærsk, gjørt av at kanna møguleikarnar fyri at fara frá olju og diesel til grøna orku. Hetta er tó ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi. Tað fer at taka tíð og krevja stórar íløgur at finna og menna rætta brennievnið. Nú hevur so leiðslan í hesi donsku risafyritøkuni gjørt av at fara undir samstarv við eina danska fyritøku, sum ger royndir við nýggjum slag av brennievni til skip.
Í fyrstu atløgu skal Mærsk gera royndir við einum av tess mongu skipum. Tað skal vera klárt til í 2023 at fara út á heimsins høv við nýggjum brennievni. Hetta er tó enn ikki tøkt, men ein donsk fyritøka fer nú undir at byggja eina verksmiðju, ið skal gera royndir við at framleiða nýggja brennievnið. Mærsk hevur longu avgjørt at vera CO2 neutralt í 2050, og til tess at røkka hesum máli má fyritøkan beinanvegin fara undir at fyrireika seg til grøna orkuskiftið. Og tí hevur fyritøkan nú gjørt av at gera ein sáttmála við donsku fyritøkuna Reintegrate, sum so aftur arbeiðir saman við fyritøkuni European Energy, skrivar Berlingske Tidende.
Framleiðsluhátturin fer fram á tann hátt, at sólkyknur verða brúktar til at gera e-methanol, sum er eitt slag av træspritti. Morten Bo Christiansen, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at minka um CO2 útlátið hjá Mærsk flotanum, sigur sambært DR, at enn er eingin vissa fyri, at hesar royndir fara at eydnast, men tey trúgva uppá tær. Tøknin aftanfyri verkætlanina verður nevnd Power-to-X. Tú tekur sól- og vindorku og ger hana um til brennievni við hjálp av eini kemiskari prosess.Tøknin er ment av Reintegrate í Aalborg, og tær ovurstóru nøgdirnar av grønum streymi skulu koma frá eini nýggjari sólkyknulund hjá European Energy, sum er við at verða bygd nærhendis Åabenrå.
Stjórin har, Knud Erik Andersen, er sera bjartskygdur um samstarvið sambært DR. Bygd fer at verða ein verksmiðja tætt við sólkyknulundina. Framleiðslan verður 10.000 til 15.000 tons árliga. Tað er nokk til eitt konteynaraskip við 2000 konteynarum, sum kann sigla í rutu millum Rotterdam og Bosnisku víkina. Mærsk hevur bundið seg til at keypa 10.000 tons svarandi til tað, sum eitt av teirra skipum brúkar. Av hesum er ein evarska lítil partur e-methanol.
Sambært stjóranum í Reintegrate er tað fyrst og fremst prísurin á streymi og atgongdin til grøna streymin, sum kann blíva forðingin, um felagið í framtíðini skal menna og lata e-methanol í størri nøgdum. Men hann vísir á, at tey ganga á odda við hesum og nú má so staturin eisini stuðla uppundir ætlanina og tvs. vera við til at tryggja eina munanandi útbygging av sól- og vindorku. Ì løtuni gongur tað ikki nóg skjótt, um hetta skal vera loysnin uppá CO2 útlátið frá shippingvinnuni.
Hjá Mærsk síggja tey hesa verkætlanina sum fyrsta stigið til eitt neyðugt og umfevnandi verðurlagsskifti hjá reiðaríinum. Men Morten Bo Christiansen hjá Mærsk viðgongur samtíðis, at hetta fer at krevja ómetaliga stórar nøgdir av grønari roku, um allur flotin í framtíðini skal kunna sigla við grønari orku.
-Vit skulu tá brúka einar 50 sera stórar sólkyknulundir, sum tá mugu liggja í Sahara, har sólin er hin mesta. Um hetta varð gjørt í Danmark, so hevði tað kravt eitt øki á stødd við Fyn við sólkyknum sigur hann. Stóra avbjóðingin verður so, at tað fer at kosta nógvar milliardir at seta upp lundirnar.
Grøna orkuskiftið fyllur nógv í Danmark
Danskir miðlar gera sum vera man sera nógv burtur úr tí seinastu frágreiðingini hjá ST um veðurlagsbroytingarnar. Flestu flokkar á Fólkatingi eru samdir um, at okkurt ítøkiligt má gerast fyri at venda gongdini, eisini umhvørvisráðharrin Dan Jørgensen, sum tó ferð eftir ferð vísir á, at henda stjórnin longu hevur tikið stór stig á leiðini og vísti hann m.a. í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina CNN nú um dagarnar á, at Danmark er millum tey lond í heiminum, sum raðfestir grøna orkuskiftið hægst, og nevndi hann í hesum sambandi avgerðina at steðga leiting eftir nýggjum oljukeldum.
Hetta halda bæði tó bæði andstøðuflokkar og stuðulsflokkar hjá stjórnini er als ikki nóg mikið fyri at røkka málinum, sum varð samtykt í Parísavtaluni í 2015. Tað má ganga nógv skjótari við grøna skiftinum verður sagt. Eitt nú má danski landbúnaðurin taka størri stig til at minka um útlátið. Men hóast nógvir viðmerkjarar halda, at støðan er dómadagslíknandi, so eru tað eisini tey, ið hava vónir um, at tað fer at ganga rætta vegin. Ein teirra er stjórin í næststørstu ídnaðarføritøkuni í Danmark, Danfoss.
Í samrøðu við Berlingske Tidende vísir hann á, at vónir eru um, at tað kann fara at ganga rætta vegin, um so er, at bæði vinnan og myndugleikar vilja vera við til at fremja grøna skiftið. Og her er Danfoss millum tær ídnaðarfyritøkurnar, ið ganga undan. Danfoss arbeiðir miðvíst við at menna tøkni og útbúnað, ið brúka grønar loysnir, her m.a. í sambandi við at fáa sum mest burtur úr orkuni eisini nevnt “energieffektivitet”. Saman við vindmylnuframleiðaranum Vestas, er Danfoss millum tær donsku fyritøkurnar, ið veruliga hava sett grønu orkuna á breddan. Stóra avbjóðingin, sigur stjórin í Danfoss, er at kunna stuðla smærri fyritøkum, sum ikki einsamallar megna at fíggja grøna skiftið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Yara Birkeland skal bøta um útlátið og lætta um lastbilaferðsluna á norska veganetinum
Elektriskir bussar og tok uttan førara er ikki óvanligt nógvastaðni longur. Og nú fer Noreg eitt fet víðari.
Tey hava bygt eitt skip, sum verður fyrsta sjálvstýrandi elektriska bingjuskipið. Tað skrivar CNN.
Um alt gongur eftir ætlan fer skipið Yara Birkeland út á sína fyrstu ferð millum tveir norskar býir áðrenn hetta árið er úti. Og tað hendir uttan at nakað menniskja er umborð.
Í staðin verður skipið stýrt av trimum dátustøðum á landi.
Sambært CNN er Yara Birkeland ikki fyrsta skip uttan førara í heiminum, tí síðan 2018 hevur ein sjálvstýrandi ferja siglt í Finnlandi.
Hinvegin verður bingjuskipið tað fyrsta skipið av sínum slag, sum er fult elektriskt, staðfestir framleiðarin, Yara International.
Skipið er framleitt við tí endamáli at lætta um trýstið á norsku lastbilaferðsluna og harvið minka um CO2 útlátið.
Yara Birkeland kann lasta 103 bingjur, og kann sigla upp í 13 knob. Drívmegin kemur frá einum battaríi, sum “er umleið túsund ferðir so stórt sum í einum elektriskum bili”, upplýsir Jon Sletten, leiðarin á skipasmiðjuni hjá Yara í Porsgrunn fyri CNN.
Løðingin fer fram meðan skipið liggur við bryggju, og ætlanin er, at tað skal sigla millum havnir framvið strondini í útsynningspartinum av Noregi. Væntandi fer Yara Birkeland at avloysa umleið 40.000 lastbilatúrar árliga.
Upprunaliga skuldi Yara Birkeland setast í sigling í fjør, men koronafarsóttin og fleiri flutningssamskipanarligar avbjóðingar forðaðu tí.
Nú er ætlanin, at skipið komandi mánaðirnar skal roynast í sigling millum Herøya og Brevik í Frierfjorden og Brevikfjorden, sum liggja út til Oslofjørðin.
Enn eru stórar avbjóðingar áðrenn sjálvstýrandi skip kunnu setast í sigling á heimshøvunum. Eitt nú er tað ein ovurstór avbjóðing at stýra skipunum í stórum havnum við nógvari ferðslu.
Umframt tær tøkniligu avbjóðingarnar, eru eisini løgfrøðiligar avbjóðingar, um slík skip skulu sigla millum lond.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
Trine Bramsen er tarnað orsakað av spentu støðuni í Afganistan, ið hevur givið henni fleiri stórar uppgávur - ætlaði túrurin til Føroyar sunnudagin er harvið útsettur
Miðskeiðis í juni kom hon til Føroyar, men tað eydnaðist ikki flogfarinum at seta seg. Vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum varð harvið útsett til síðst í august, men nú er greitt, at Trine Bramsen heldur ikki heusferð fer at lenda í Føroyum.
Eftir at Taliban hevur tikið ræðið í Afganistan eru fleiri uppgávur komnar á borðið hjá Trine Bramsen, og støðan ger, at hon fær ikki komið.
Verjumálaráðið hevur upplýst, at talan er um eina útsetan, og at nýggja dagfestingin ikki er endalig greið enn.
Trine Bramsen skuldi koma til landið sunnudagin 29. august - serliga fyri at hitta
Jenis av Rana, landsstýrismann, og tosa um verju- og trygdarmál og møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Hetta er ein avgerð, sum hevur verið ávegis í eina tíð, sigur svenski forsætisráðharrin, sum í november fer at leggja frá sær sum bæði formaður hjá sosialdemokratunum og forsætisráðharri
Eftir tíggju ár sum formaður í sosialdemokratiska flokkinum og sjey ár sum forsætisráðharri fer Stefan Löfven frá sum bæði floksformaður og forsætisráðharri. Tað boðaði hann frá sunnudagin.
Tað verður í november, at 64 ára gamli svenski forsætisráðharrin fer at leggja frá sær í sambandi við landsfundin hjá sosialdemokratunum.
– Í næsta valstríðnum verður tað ein annar enn eg, sum stendur á odda fyri flokkinum, sigur hann.
Stefan Löfven gjørdist forsætisráðharri í 2014, og í januar 2018 skipaði hann stjórn fyri aðru ferð, eftir drúgvar samráðingar eftir valið í 2018.
Í juni atkvøddi ein meiriluti í svenska ríkisdegnum fyri einum misáliti móti honum orskað av ósemju um kostnað á leigubústøðum, men hesum slapp Löfven kortini væl frá, og stutt eftir kundi hann skipa stjórn fyri triðju ferð, men í heyst leggur hann also frá sær.
– Hetta er ein avgerð, sum hevur verið ávegis í eina tíð. Eg havi skjótt verið floksformaður í tíggju ár og forsætisráðharri í sjey, segði Stefan Löfven sambært Ritzau.
Stefan Löfven sigur, at ein nýggjur formaður fer at geva flokkinum nýggja orku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
- Sjálvandi skulu vit í Hetlandi eisini skipa so fyri, at vit kunnu bjóða okkara hjálp at stuðla hesum flokkum, sigur ráðslimur, ið hevur tikið stig til átakið
Tiltøk eru sett í verk til tess at kunna taka ímóti afganskum flóttafólkum í Hetlandi.
Tað er Ryan Thomson, ráðslimur í Shetland Island Council, sum hevur tikið stig til átakið, sum fær breiða undirtøku.
Hann sigur við Shetland News, at nógv fólk vendu sær til hansara eftir at tíðindini bórust um neyðina, sum flýggjandi afganar eru komin í eftir at Taliban tók valdið í Afganistan.
- Sjálvandi skulu vit í Hetlandi eisini skipa so fyri, at vit kunnu bjóða okkara hjálp at stuðla hesum flóttum, sigur ráðslimurin við Shetland News.
- Myndirnar frá flogvøllinum í Kabul eru hjartanemandi. Men spurningurin hjá teimum er ikki bara at sleppa úr landinum. Tey skulu eisini hava onkrastaðni at fara, leggur hann afturat.
Ein bólkur er stovnaður á Facebook í sambandi við hetta átakið, og longu nú eru tað fleiri sjálvboðin, sum hava bjóðað seg fram.
Ryan Thomson fær eisini stuðul av formanninum í Shetland Island Council, convenor Malcolm Bell, sum ikki er í iva um, at ráðið eins og lokalsamfelagið er til reiðar at hjálpa.
Bretska stjórnin hevur játtað at hýsa 20.000 flóttafólkum úr Afganistan komandi fimm árini.
Sostatt er støðan nakað tann sama sum tá landið tók móti flóttum úr Sýrialandi. Tá fluttu tvær familjur til Hetlands, skrivar Shetland News.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
Hávard Vatnhamar bar Merkið inn á olympiska leikvøllin
Í bundnum vesti frá Shisa Brand og við Merkinum gekk einasta føroyska umboðið, Hávard Vatnhamar inn á olympiska leikvøllin til setanina av Paralympisku leikunum fyri løtu síðani.
Hávard Vatnhamar er einasta føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T46) 5. september kl. 6.50 lokala tíð (hetta er 4. september kl. 22.50 føroyska tíð).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Við knúsandi 29-22 sigri á Slovakia vunnu føroysku U19-menninir seg í finaluna í EHF-Championship kappingini
Eitt sera tendrað og nærlagt U19-landsliðið vann seg leygardagin í finaluna í EHF-Championship kappingini við einum frálíkum 29-22 sigri á Slovakia.
Heldur fá mál komu at byrja við og var støðan 3-1 til Føroyar eftir 5 minuttir. Slovakar høvdu ringt við at koma til góðar málmøguleikar, meðan okkara komu til góðar málmøguleikar, men brendu eisini nakað at byrja við. Okkara øktu tó so lýðandi í leypi av fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 10-5 eftir 20 minuttir. Tað vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum sum stóðu størra partinum av málunum. Slovakar royndu tó at hanga í eina løtu og var hálvleiksstøðan 15-11 til Føroyar.
(Mynd: Anna Dam)
Føroyska liðið slakaði ikki í seinna hálvleiki, tvørturímóti. Verjan stóð enn betri og pressaðu okkara slovakar til at taka marginalar møguleikar nærum hvørjar ferð. Hetta gav Paula Jacobsen góðar arbeiðsumstøður í málinum, og tók hann púra pippið frá slovakum. Tað vóru serliga Sveinur Olafsson, Viktor Gaini og Pauli Mittún, sum tóku tungu tøkini og stóðu sum klettar. Slovakar spældu lang álop, nærum til drál hvørja ferð. Tað gingu 8 minuttir áðrenn slovakar skoraðu í seinna hálvleiki. Føroyar vóru á odda eitt skifti við 10 málum, tá 10 minuttir restaðu og var dysturin í tryggari føroyskari legu. Nakrir av leikarunum, sum høvdu spælt nógv, vóru nú hvíldir og snúði tað seg um at koyra sigurin heim. Eitt sindur av órógv var eina løtu, har fleiri dømingar ikki gingu okkara veg og hálaðu slovakar munin niður á 5 mál. Okkara ressaðust tó aftur og koyrdu sigurin heim við 7 málum.
Dagsins leikarin fyri Føroyar var aftur málverjin, Pauli Jacobsen. Stóð Pauli væl móti Kekkia, so hevði hann enn eitt gear í dag móti Slovakia. Pauli stóð væl allan dystin og hevði eitt bjargingarprosent á gott 55, sum er sera høgt í hondbólti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2021
Hann gjørdist eisini toppskjútti í kappingini við 44 málum og er saman við millum annað Hákuni West av Teigum og Paula Jacobsen á All Star-liðnum fyri kappingina, ið Føroyar vunnu
Føroyska U19-landsliðið við monnum tryggjaði sær sunnudagin gull í European Championship kappingini í Bulgaria. Harvið er eisini greitt, at føroyskur manshondbóltur verður umboðaður til tvey EM-endaspøl í 2022: Fyri U20-landslið, har teir flestu av teimum ið vóru við í dag allarhelst verða at síggja næsra ár, og fyri U18-landslið.
Í sambandi við steypahandanina varð kunngjørt, at tríggir føroyskir leikarar, ið allir hava umboðað Skanderborg á ungdómsstøði, vóru valdur á All Star-liðið fyri kappingina.
Tann eini spælir framvegis har og hevur nú royndir frá bestu donsku deildini. Talan er um høgra vongin, Hákun West av Teigum, sum í finaluni skoraði fimm mál og sum í høvuðsheitinum hevur verið sera tryggur frá vonginum.
Hákun West av Teigum fekk skaða í eygað fyrr í kappingini, men kom sterkt aftur
Pauli Jacobsen
Hin vendur nú aftur til H71 og føroyskan hondbólt. Málverjin Pauli Jacobsen var serliga ein brandur í hálvfinaluni móti Slovakia, men í seinna helmingini av seinna hálvleiki í finaluni gjørdist hann eisini heilt avgerandi við nøkrum stórum og góðum bjargingum, og Pauli tók samanlagt 37 prosent av skotunum hjá hvítarussunum.
Tann seinasti, ið varð nenvdur, var besti leikari í kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti sunnukvøldið, at hann er í flokki fyri seg á summum økjum. Sävehof-leikarin skoraði heili 13 mál í finalusigrinum, og tók veruliga ábyrgd, tá ástóð. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í kappingini við 44 málum og varð eisini valdur til besta spælskipara.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var ringur hjá øllum verjunum at halda
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Føroyingarnir vóru aftanfyri meginpartin av finaluni í European Championship kappingini í Bulgaria móti Hvítarusslandi, men ungu menninir stríddu seg seinastu løtuna til sigurs. Serliga vóru tað Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Jacobsen, ið gingu á odda
Næsta summar skal eitt føroyskt manslandslið í hondbólti aftur spæla í einum stórum endaspæli. Hetta er greitt, eftir at Føroyar sunnudagin vunnu sera spennandi finaluna móti Hvítarusslandi í U19 European Championship í Varna í Bulgaria.
Liðini fylgdust fyrstu løtuna, síðni fóru hvítarussar frá, og hóast Føroyar fingu gott tak á teimum sum seinni hálvleikur gekk, so gekk lang tíð til okkara komu á odda. Hetta eydnaðist endliga, tá fýra minuttir vóru eftir. Pauli Jacobsen í málinum bjargaði væl, og hann hevði ein frálíkan seinn helming av seinna hálvleiki. Føroyar fóru síðani í álop, har Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið var framúr og gjørdist greiður føroyskur toppskjútti, setti ein leikara væl av og síðani smekkaði bótlin í málið.
Hvítarussland megnaði ikki at svara aftur - føroyska leiðslan helt, og harvið hevur nærum sama liðið, sum vann European Open í 2019 nú spælt Føroyar í eitt endaspæli: Enn eitt sera flott avrik.
Føroyar vóru til HM-endaspælið fyri U21-landslið hjá monnum í Algeria í 2017. Næsta summar verður føroyska U20-landsliðið umboðað til EM-endaspælið. Tá vera teir flestu leikararnir, sum nú spældu við U19 fluttir upp til U20.
Úrslitið hevur við sær, at føroyska U18-landsliðið eisini skal spæla EM-endaspæl næsta ár - hetta er av tí at teir vera styrkismettir eftir árganginum, sum hevur spælt frammanundan teir.
European Championship
22. august - Varna, Bulgaria
Føroyar - Hvítarussland 31-30 (16-18)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Borgarstjórin lovaði nýggja hondbóltshøll meðan HSF forsetin heitti á politikararnar um at lata høllirnar upp fyri ungdóminum
Dugnaliga føroyska U19 unglingalandsliðið í hondbólti varð stórliga fagnað á Vaglinum í Havn fyri løtu síðani fyri flotta sigurin í EHF Championship kappingina í Bulgaria, sum tryggjaði bæði U19 liðnum og eisini U17 liðnum luttøku í EK-endaspælinum komandi summar.
Við skínandi heiðursmerkjum um hálsin traðkaðu ungu ungu menninir út á ráðhústrappurnar, meðan Havnar Hornorkestur spældi “Congratulations”. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunn Ellefsen forseti í hondbóltssambandinum og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, hildu røður og fagnaðu stóra avrikinum hjá dugnaligu hondbóltsspælarunum.
Heðin Morgensen (Mynd: Sverri Egholm)
Og borgarstjórin nýtti – ikki óvæntað – høvið til at staðfesta, at hondbóltshøllin, sum allur føroyski hondbóltsheimurin eftirlýsir, er á veg. Innan stutta tíð kann væntast, at Føroya Arena við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum gerst veruleiki, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Og hondbóltsforsetin takkaði fyri. Samstundis hevði Gunn Ellefsen eina aðra áheitan til allar kommunalpolitikarar, og tað er at lata ítróttarhøllirnar í landinum upp fyri ungdómi, so tær kunnu brúkast.
Gunn Ellefsen, HSF-forseti (Mynd: Sverri Egholm)
Tí felags fyri allar dreingirnar á hesum liðinum, og fyri øll onnur, sum koma langt í hondbólti, bæði her heima og uttanlands, er, at tey hava brúkt nógva tíð, helst meira tíð enn tey hava verið heima, til at venja og spæla í ítróttarhallum, segði HSF-forsetin.
Gunn Ellefsen veit, hvat hon tosar um. Hon er mamma at tveimum av dreingjunum, sum nú eru EHF Championship-meistarar og hava ambisjónir um at koma nógv longur við teirra hondbólti, nevniliga brøðurnar Elias og Róa Ellefsen á Skipagøtu.
Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, helt eisini røðu (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Skulu spæla 2. og 6. september, ávikavist í Jeravan og á Svangaskarði
Landsliðsvenjararnir fyri U21 landsliðið, Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen, hava í dag úttiki hópin, sum skal spæla móti Armenia og Fraklandi í næstum.
Við einum sannførandi 2-0 sigri á Armenia í juni mánaði, kom føroyska U21-landsliðið væl frá byrjan í EM-undankappingini. Og um eina stóra viku skal liðið á vøllin aftur.
Tveir dystir eru á skránni hesaferð. Fyrst á útivølli móti Armenia, og síðan á heimavølli móti Fraklandi.
21 mans eru boðsendir til komandi uppgávurnar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (DK)
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Dann Fróðason, 07 Vestur
Børge Petersen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Pætur T. Skipanes, NSÍ
Ási P. Dam, HB
Elias El Moustage, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Løkin, B68
Áki D. Samuelsen, HB
Hanus Sørensen, Middelfart BK (DK)
Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (NO)
Andrass Johansen, B36
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (DK)
Aleksandur Ó. Jensen, B68
Bárður Ó. Jensen, B68
Hósdagin 2. september klokkan 18:30 spæla Armenia og Føroyar á FFA Academy Stadium í Jerevan, og fýra dagar seinni, mánadagin 6. september klokkan 17:30 spæla Føroyar og Frakland á Svangaskarði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
07 Vestur vann umráðandi sigur ímóti fuglfirðingum, sum fáa tað tungt. Fyra dystir vóru í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum seinnapartin
Fýra dystir vórðu leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum sunnudagin.
Í Klaksvík var tað ein avgreiðsluspurningur hjá KÍ, sum hevði vitjan av TB. Fimm mál áðrenn steðgin, og tvey mál í seinna hálvleiki. 7-0 til oddaliðið sum veruliga fekk Páll Andrasson Klettskarð í gongd við fýra málum.
Víkingur loypti hvøkk á gestirnar úr HB frá fyrsta bríksli, og skoraði í øðrum minutti og longu aftur í fjórða minutti. HB fekk ikki tamarhald á dystinum, og heimaliðið økti til 3-0 tá ein góður hálvur tími var leiktur. Adrian Justinussen minkaði um munin við beinleiðis frísparki tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum.
Sostatt strýkur Víkingur avstað á øðrum plássi, tíggju stig frammanfyri HB, sum nú liggur á fjórða plássi.
Í Fuglafirði var dystur í niðurflytingarstríðnum, har 07 Vestur var á vitjan. Hjá ÍF var ein sigur eitt krav, um vónin um at vera verandi í Betri deildini ikki skal bresta. Men vágamenn vildu tað øðrvísi, og funnu málið tvær ferðir í dystinum eftir at vera komnir aftur um 1-0. Verjuskansin hjá ÍF, Jens Joensen, fekk reytt kort tá 51 minuttir vóru leiktir, og tað gjørdi sítt til at fuglfirðingar ikki komu aftur í dystinum.
NSÍ sum undan umfarinum ikki hevði vunnið nakran dyst í fýra umførum á rað, hevði vitjan av EB/Streymi. Í Sundalagnum eru teir eisini trýstir í niðurflytingarstríðnum við bara fimtan stigum á áttanda plássi. Men NSÍ var ov sterkt hjá EB/Streymi at gera nakað við í dag, og vann heili 4-0.
Fimti dysturin varð leiktur leygardagin, tá B36 vann trygt 2-1 móti B68. Teir hvítu úr Gundadali hálaðu seg við sigrinum upp á triðja pláss.
B36 - B68 2-1 (1-0)
26’ Uros Stojanov 1-0
65’ Bjarki Christiansson Nielsen 2-0
90’ Karstin Clementsen 2-1
KÍ - TB 7-0 (5-0)
26’ Odmar Færø 1-0
28’ Bob Sumareh 2-0
31’ Páll Andrasson Klettskarð 3-0
37’ Heini Vatnsdal 4-0
39’ Páll Andrasson Klettskað 5-0
71’ Páll Andrasson Klettskað 6-0
81’ Páll Andrasson Klettskað 7-0
Víkingur - HB 3-1 (3-0)
2’ Martin Klein Joensen 1-0
4’ Andreas Lava Olsen 2-0
35’ Andreas Lava Olsen 3-0
80’ Adrian Justinussen 3-1
ÍF - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26’ Sjálvmál 1-0
40’ John Fagerstrøm 1-1
61’ Høgni Egilstoft Nielsen 1-2
NSÍ - EB/Steymur 4-0 (2-0)
29’ Pætur Hentze 1-0
44’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0 (br.)
59’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0
81’ Búi Egilsson 4-0
1. KÍ 50 stig (18 dystir)
2. Víkingur 43 stig (19 dystir)
3. B36 34 stig (19 dystir)
4. HB 33 stig (17 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. 07 Vestur 20 stig (19 dystir)
7. B68 18 stig (19 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (18 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Høgi áleyparin hevur í seinastuni gjørt um seg í Eysturríki. Håkan Ericson setti mánadagin navn á teir 25 leikararnar, ið eru úttikinir til uppgávurnar á Tórsvølli fyrst í september
Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla heimadystir móti Ísrael, Danmark og Moldova í HM-undankappingini. Dystirnir verða leiktir ávíkavist 1. september, 4. september og 7. september.
25 leikarar eru úttiknir. Talið er nakað hægri, enn tað ofta er. Orsøkin er millum annað, at tríggir tættir dystir skulu leikast, men so er tað eisini tað, at liðformaðurin Hallur Hansson í løtuni ikki hevur sáttmála vi nakað felag og harvið ikki hevur spælt dyst í eina tíð - tískil er nakað av ivamálið um, hvussu nógv hann kann spæla. Sølvi Vatnhamar hevur verið skaddur seinastu tíðina, og harvið er enn ein av føstu miðvallarunum.
Heri Hjalt Mohr hevur spælt framúr væl fyri HB í evropeisku dystunum og er aftur á landsliðnum. Harvið er ikki pláss fyri Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ. René Shaki Joensen og Kaj Leo í Bartalsstovu hava verið úttiknir fyrr í ár, men hava síðani verið tarnaðir í at komið við.
Heilt nýggja navnið í hópinum er 25-ára gamli John Frederiksen. 2,02 metrahøgi áleyparin er uppvaksin á Bornholm, men spældi eitt skifti í Føroyum - fyrst við 07 Vestur og síðani HB. Hann umboðaði Føroyar á U15, U17 og U19-landsliðunum og hevur í seinastuni gjørt vart við seg í fyrst næstbestu deildini í Finnlandi og síðani í næstbestu deildini í Eysturríki, har hann seinastu vikurnar hevur skorað nógv mál fyri SKU Amstetten. Í februar varð John skurðviðgjørdur fyri svull í heilanum.
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36
Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)
Heri Hjalt Mohr, HB
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
John Frederiksen, SKU Amstetten (EYS)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, hevur júst nú sett navn á teir 26, ið vera í hópinum til heimadystirnar móti Skotlandi og Ísrael og til dystin á Tórsvølli 4. september
Føroyska A-landsliðið við monnum skal fyrstu vikuna í setpember spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli.
Møguleikarnir at fáa stig eru størri móti Ísrael og serliga móti Moldova, men tað er á ymsan hátt størst spenningur um dystin, ið liggur ímillum har: 4. september spæla Føroyar og Danmark á fyrsta sinni undankappingardyst á A-landsliðsstøði í Føroyum.
Mándagin kunngjørdi Håkan Ericson hvørjir 25 eru úttiknir til føroyska liðið - og seinni sama dag Kasper Hjulmand á tíðindafundi navn á teir 26 leikararnar, ið skulu vera partur av danska hópinum í næstum.
Andreas Skov Olsen gjørdi av álvara vart við seg í 4-0 sigrinum í venjingardystinum móti Føroyum í Herning síðstan oktober. Hann og Viljorur Davidsen skulu aftur møguliga dystast á Tórsvøllu um ellivu dagar (Mynd: Sverri Egholm)
Teir allarflestu vóru við til EM-endaspælið í summar, har Danmark varð sligið út móti Onglandi í hálvfinaluni eftir longda leiktíð. Dysturin móti Skotlandi í Parkini næsta mikudag verður tann fyrsti hjá dønum síðani - hetta er fyrsti hópur, ið Hjulmand hevur úttikið, har Christian Eriksen ikki hevur verið við. Á tíðindafundinum varð spurt um sambandi við Eriksen. Landsliðsvenjarin avdúkaði, at hann hevði vitjað hann á Fjóni beint eftir EM-endaspælið og fyri heilt stuttum í Italia: - Christian skal koma fyri seg eftir sínari egnu ferð, segði Hjulmand.
Heilt nýggir menn í danska A-landsliðsshópinum eru 24-ára gamli Rasmus Nissen Kristiansen úr RB Salzburg og 19-ára gamli Mohamed Daramy úr FCK. Tann fyrrnevndi er bakkur og hevur eina fortíð í Ajax Amsterdam. Hin er ein spennadni kantur við serstøkum dygdum, sambært Hjulmand, og hann er ávegis til Ajax nú fyri stóran keypsprís.
Nissen og Daramy hava ongan A-landsdyst men annars eru nógvar royndir í danska hópinum, ið á pappírinum er ógvuliga sterkur. Danmark er oddalið í HM-undankappingarbólkinum eftir trý umfør - við fullum stigatali og málúrttøkuni 14-0. 1. september taka danir móti Skotlandi, tríggjar dagar seinni er brak á Tórsvølli, og Ísrael vitjar í Parkini 7. september.
Málverjar:
Kasper Schmeichel (Leicester)
Jonas Lössl (FC Midtjylland)
Frederik Rønnow (Union Berlin)
Miðverjar:
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Leicester)
Joachim Andersen (Crystal Palace)
Bakkar/Vongbakkar:
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Daniel Wass (Valencia)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Nicolai Boilesen (FCK)
Ramus Nissen (Salzburg)
Miðvallarar:
Pierre-Emile Højbjerg (Tottenham)
Thomas Delaney (Dortmund)
Christian Nørgaard (Brentford)
Mikkel Damsgaard (Sampdoria)
Phillip Billing (Bournemouth)
Rasmus Falk (FCK)
Anders Christiansen (Malmø)
Áleyparar og kantar:
Yussuf Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Kasper Dolberg (Nice)
Jonas Wind (FCK)
Martin Braithwaite (Barcelona)
Mohamed Daramy (FCK)
Andreas Cornelius (Trabzonspor)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
Jørgen Nielsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við NSÍ
Jørgen Nielsen sigur helst teimum flestu ikki tað heilt villa í fótbóltshøpi. Men í NSÍ trúgva tey uppá unga stjørnuskotið, sum næstu tvey árini er bundin at NSÍ.
Ungi áleyparin í Runavík, Jørgen Nielsen, hevur longt við barndómsfelagið. Hann spældi sínar fyrstu minuttir á Betri deildarliðnum í fjør, og hevur í ár spælt seg meira inn á liðið.
- Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu víst síni evnir, og er hann stórt talent í felagnum. Vit eru øll sera fegin um, at Jørgen hevur longt sáttmálan, og ynskja vit honum hjartaliga tillukku og góða eydnu, skrivar NSÍ á heimasíðuni.
NSÍ hevur 32 stig eftir 20 dystir, og skal fáa nøkur mál og stig á kontuna næstu umførini, um tað skal eydnast teimum at vinna pláss í evropa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2021
Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava úttikið leikarar úr tólv ymsum feløgum til dystirnar, ið verða leiktir 8. og 13. september, sum eru liður í fyrireikingini til EM-undankappingina í oktober
Sum partur av fyrireikingini til EM-undankappingina hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum verður í Eysturríki í oktober, fer liðið í komandi mánað til Gibraltar at spæla tveir venjingardystir.
Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen standa á odda fyri U17-dreingjunum, og nú er greitt, hvørjir teir 18 eru, ið venjararnir hava boðsent til dystirnar ímóti Gibraltar.
Hópurin
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bartal Páll Klein, B36
Carl Mikkelsen, B36
Emil Hansen, B36
Marius Á. Allansson, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Jógvansson Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Olivur Renéson Thomsen, TB/FCS
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Merkisvert er, at heili tólv feløg eru umboðað - ein leikari spælir vanliga fyri felagslið hjá TB og FC Suðuroy. B36 er best umboðað við fýra leikarum.
Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 13. oktober, spæla Føroyar ímóti Eysturríki, Slovenia og Kosovo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2021
KÍ og EBS/Skála liggja nú javnt á fyrsta plássi í bestu kvinnudeildini við 30 stigum hvør. Fult umfar var hóskvøldið
Fult umfar í bestu kvinnudeildini varð leikt hóskvøldið, og eftir umfarið er greitt, at FM-stríðið bara er blivið enn meira spennandi.
Oddaliðið KÍ tók ímóti NSÍ í Klaksvík. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tíðliga í seinna hálvleiki kom hol á. Tað var Maria Biskopstø, sum legði KÍ á odda. NSÍ royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og lítla løtu seinni raktu kvinnurnar úr Runavík tvørtræið. Áhalandi trýst gjørdi at skjóta Heidi Sevdal gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið.
Hóast KÍ royndi at trýsta og hevði fleiri góðar møguleikar, endaði dysturin 1-1, og tað vóru helst tær í gulum, sum vóru fegnari fyri tað. EBS/Skála, sum í kvøld hevði vitjan av botnliðnum AB/B71, hevði ikki stórvegis trupulleikar, og vann 4-0. Felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum og á Skála kemur sostatt upp á javnt við KÍ á fyrsta plássi.
Víkingur vann 2-1 á útivølli móti B36 meðan HB vann trygt á Dungasandi, 5-1 ímóti 07 Vestur.
EBS/Skála - AB/B71 (1-0)
3’ Lea Lisberg 1-0
52’ Lea Lisberg 2-0
58’ Bjarta E. Djurhuus 3-0
90’ Lea Lisberg 4-0 brotsspark
07 Vestur - HB 1-5 (0-2)
6’ Poula Andreasen 0-1
34’ Lea Tórarenni Johansen 0-2
50’ Sissal Haralsen 1-2
54’ Ása Stórá Carlsen 1-3
77’ Sunniva Willemoes 1-4
80’ Sunniva Willemoes 1-5
B36 - Víkingur 1-2 (1-1)
15’ Hanna Isaksen Højgaard 0-1
35’ Rakul Maria Johannesen 1-1
51’ Jensa Tórólvsdóttir 1-2
KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)
57’ Maria Biskopstø 1-0
68’ Heidi Sevdal 1-1
1. KÍ 30 stig
2. EBS/Skála 30 stig
3. NSÍ 27 stig
4. HB 24 stig
5. Víkingur 23 stig
6. B36 16 stig
7. 07 Vestur 9 stig
8. AB/B71 0 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
20-ára gamla tvørákvinnan varð skift inn í lokaluppgerðini í steypakappingini, og skoraði málið til 3-1, ið gjørdist tað seinasta í dystinum. Ásla Johannesen byrjaði aftur á vinstra bakki
Liðskiparin á landsliðnum Ásla Johannesen skifti í summar úr FC Nordsjælland til AGF. Julia Naomi Mortensen er eisini flutt til Aarhus, har hon nú roynir seg, og fyrrverandi HB miðvallarin hevur veruliga gjørt vart við seg fyrstu dystirnar hjá liðnum, sum spælir í bestu donsku deildini.
Hon kom inn og átti seinasta AGF-fótin á fyrra málinum hjá liðnum í dystinum móti stórliðnum Fortuna Hjørring í 1. umfari. Julia Naomi skoraði í 1. umfari í steypakappingini og legði upp til fyrra málið í 2-1 heimasigrinum á Kolding seinasta fríggjakvøld.
Týskvøldið gjørdi Julia Naomi Mortensen aftur bart, tá hon varð skift inn í steypadystinum móti Aarhus 1900, sum spælir í triðbestu donsku deildini.
Støðan var 2-1, tá 20-ára gamli føroyingurin varð skiftur, og Julia Naomi skoraði seinasta málið í dystinum.
Ásla Johannesen hevur beinanvegin vunnið sær fast pláss á vinstra bakki
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. august 2021
Fríggjadagin gjørdist greitt, at tað verður Manchester United, sum aftur fær gleði av at hava Christiano Ronaldo á liðnum - av nógvum mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari
Tað er nú greitt, at portugisiska fótbóltsstjørnan, Cristiano Ronaldo, aftur verður partur av enska stórfelagnum Manchester United.
Fríggjadagin varð váttað, at partarnir hava funnið fram til semju. Cristiano Ronaldo kom sum 18 ára gamal úr Sporting til Manchester United, har hann spældi 196 dystir og skoraði 84 mál.
Í 2009 varð hann seldur til spanska stórfelagið Real Madrid har úrtøkan gjørdist 311 mál í 292 dystum.
Seinastu trý árini hevur hann spælt við italska stórfelagnum Juventus, men í vikuni gjørdist greitt, at hann ikki var sinnaður at leingja sáttmálan við italska felagið.
- Øll í felagnum síggja fram til at bjóða Cristiano væl afturkomnan til Manchester, skrivar Manchester United í eini fráboðan í dag.
Søgurnar í gjár gingu annars út upp á, at umboðsmaðurin hjá Ronaldo hevði ætlanir um at gera sáttmála við arvafíggindan, ovurríka felagið Manchester City.
Ronaldu vann Premier League tríggjar ferðir við United, Champions Leage eina ferð og FA Cup einaferð.
Fimm hevur hann fingið Ballon d’Or steypið sum ársins spælari í heiminum, í 2008, 2013, 2014, 2016 og 2017. Harumframt er hann seks ferðir komin inn á annað pláss.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
27-ára gamli miðvingurin gevst fyribils orsakað av millum annað pínu í rygginum, manglandi motivatión og nógvu tíðini rógvingin tekur frá lesnaðinum. Sverri Sandberg vil tó helst ikki enda á hendan hátt
- Beint nú havi eg tørv á einum støðgi. Eg eri trýstur fysiskt, tí at eg havi nógva pínu - serliga í rygginum. Motivatiónin at halda fram er heldur ikki heilt har nú, og teir mongu tímarnir eg til dagliga nýti til venjing taka nógva tíð frá lesnaðinum
Soleiðis segði rógvarin Sverri Sandberg Nielsen við DR Sporten í gjár, nú 27-ára gamli miðvingurin avúkar at hann tekur ein støðg í minst eitt ár.
Eftir vónbrotið í Tokyo sá tað út til, at Sverri Nielsen hevði róð sín síðsta róður á hægsta støði. Men hetta er als ikki vist:
- Tað kennist eitt sindur sum at geva upp, og tað havi eg tað trupult við. Eg vil helst enda á einum staði, har eg føli, at eg havi fullført uppgávuna. Tískil verður talan um ein fyribils støðg ístaðin fyri at eg gevist beint nú
Við hesum vil Sverri Sandberg Nielsen tó ikki siga, at hann heilt víst byrjar aftur - tað tekur hann støðu til einaferð næsta ár.
Føroyingurin kom trygt í OL-finaluna í einscullara, men hóast evropameistarin byrjaði heilt væl í finaluni, so gjørdist hann júst ov stuttur í stríðnum um heiðursmerki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2021
Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting – Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj, og Jóhann Fløtt vann unglingakappingina í skeet
Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting.
Trap kappingin bleiv avgreidd á nýggju breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, og her vísti Alex frá byrjan styrki, og varð hann fremstur áðrenn finaluna. Men í finaluni fekk hann harða kapping frá Johnhard Klettheyggj, og tað varð ikki fyrr enn seinastu fimm dúgvurnar skuldu skjótast, at Alex fór framum. Á 3. plássi kom royndi trapíðkarin Finn Ludvig.
Unglingakappingina í trap vann Bartal Klettheyggj framman fyri Hákun G. Heinesen. Báðir eru byrjaðir at íðka leirdúgvuskjótingin hetta seinasta árið, og er hetta fyrsta FM kapping teir luttaka í, skrivar Skjótisamband Føroya.
Skeet kappingin bleiv avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Eftir innleiðandi umførini lá Jóannis á einum 5. plássi, men Jóannis er ein sterkur finaluíðkari, og finaluna megnaði hann at vinna tvær dúgvur frammanfyri nærmasta kappingarneytan, sum var Jóhann Fløtt.
Nummar trý gjørdist Tórur Fløtt, sum hevur royndir á føroyska skeet landsliðinum.
Unglingakappingina í skeet vann Jóhann Fløtt greitt, nummar tvey gjørdist Leivur Joensen, og nummar trý bleiv Marjus Debes. Eins og í unglingakappingini í trap, er hetta fyrsta FM-kappingin, ið hesir báðir seinastu luttaka í.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
– Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting, sigur Bogaskjótisamband Føroya, sum skipaði fyri kappingini leygardagin
Leygardagin skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri uttandura FM-kapping á Tórsbreyt í Havn.
Veðrið var gott, turt, við einum loti ímóti, og vóru umstøðurnar at skjóta á av teimum allar bestu, sigur Bogaskjótisamband Føroya í tíðindaskrivi.
22 skjúttar luttóku í kappingini – 15 recurveskjúttar, seks compoundskjúttar, og ein barebowskjútti. Compound- og barebowskjúttarnir kappaðust á 50 metra frástøðu, meðan recurveskjúttarnir kappaðust á 70 metra frástøðu.
– Vit eru sera fegin og takksom fyri, at tað lat seg gera at uppliva útiskjóting, sum hon er, tá okkara skjúttar eru uttanlands í kapping. Bogaskjóting, sum ítrótt, hevur í nógv ár verið heimleys, tá tað ræður um útiskjóting, og væntandi umstøðurnar hava ført við sær, at skipað skjóting uttandura ikki hevur verið gjørlig.
– Tó so, hava tað verið hissini kappingar, tá okkurt øki hevur verið tøkt, og skjúttarnir hava tikið til takkar við tí, tey hava fingið fatur á, um tað so hevur verið eitt grótbrot, ein graslíkisvøllur, sum ikki var í nýtslu, ella á onkrari trøð.
Eftir hesa sera væleydnaðu kapping, er vónin styrkt, um at lív kann fáast aftur í skipaða útiskjóting.
Felagsmynd av FM-vinnarunum
Bogaskjótisambandið vónar, at slíkar umstøður eisini verða tøkar í framtíðini – um ikki á Tórsbreyt, so á einum øðrum líka skikkaðum vølli. Í løtuni er bogaskjóting bert ein vetrarítrótt við inniskjóting, men um skipað útiskjóting aftur gerst veruleiki, kann ítróttin fáa heilt annað lív.
Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:
Recurve kvinnur:
Jastrid M. Jensen (T) – (237+233) = 470
Sólgerð Henriksen (V) – (223+187) = 410
Tóra Dinna Reynskor (V) – (210+163) = 373
Pernille Krogh (V) – (145+170) = 315
Svanna Dam (Ø) – (69+42) = 111
¼ finala:
Pernille – Svanna : 6 – 0
½ finala:
Jastrid – Pernille : 7 – 1
Sólgerð – Tóra Dinna : 6 – 0
Bronsufinala:
Tóra Dinna – Pernille : 6 – 4
Gullfinala:
Jastrid – Sólgerð : 0 – 6
Recurve menn:
Hans Petur Højgaard (Ø) – (286+285) = 571
Oddmar Nielsen (Ø) – (283+274) = 575
Absalon Hansen (T) – (275+277) = 552
Eggaba Andreasen (V) – (273+266) = 539
Hans Bogi Ellefsen (V) – (273+240) = 513
Michael Feldballe (T) – (180+208) = 388
Baldur Unason Árting (T) – (213+165) = 378
Sigfríður Gaardbo Lützen (T) – (144+150) = 294
Oddmar Tróndheim (Ø) – (145+146) = 291
Meinhard Dam (Ø) – (169+118) = 287
¼ finala:
Hans Petur – Sigfríður : 6 – 0
Oddmar – Baldur : 7 – 3
Absalon – Michael : 6 – 2
Eggaba – Hans Bogi : 7 – 1
½ finala:
Hans Petur – Hans Bogi : 2 – 6
Oddmar – Absalon : 1 – 7
Bronsufinala:
Hans Petur – Oddmar : 6 – 0
Gullfinala
Absalon – Hans Bogi : 6 – 2
Compound menn:
Jóannes Poulsen (Ø) – (344+343) = 687
Kaj Johannesen (Ø) – (342+341) = 683
Nikkel Petersen (Ø) – (338+339) = 677
Jógvan Niclasen (T) – (325+315) = 640
Magnus Djurhuus Joensen (Ø) – (317+308) = 625
¼ finala:
Jógvan – Magnus : 132 – 131
½ finala:
Jóannes – Jógvan : 141 – 136
Kaj – Nikkel : 140 - 139
Bronsufinala:
Nikkel – Jógvan : 141 - 136
Gullfinala
Jóannes – Kaj : 143 – 144
Compound kvinnur
Rakul Dam (T) – (265+264) = 529
Barebow kvinnur
Ann Lisa Pedersen – (222+195) = 417
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2021
Føroysku súkklararnir kappaðust í Sandoynni leygardagin
Tað gjørdust tveir súkklarar úr Fjallasúkklufelagnum, sum vunnu føroyameistaraskapin í vegasúkkling, sum varð hildin í Sandoynni leygardagin.
Helgi Winther Olsen vann hjá monnunum og Tórvør Østerø Vang hjá kvinnunum.
Startur og mál var í Skálavík. Leiðin gekk úr Skálavík, til Sands og Skopunar, har vent varð, og síðan gekk leiðin aftur til Húsavíkar og Dals og aftur til Skálavíkar.
Hesin teinur er 51 kilometrar langur. Í opna bólkinum hjá monnum, hvar hesin teinur súkklaður tvær ferðir, 102 kilometrar. Kvinnur og aldursbólkar U23, M40, M50 súkklaðu eitt umfar, og síðan til Sands og aftur til Skálavíkar. Hesin teinur er 69 kilometrar. Motiónsbólkurin súkklaði teinin einaferð.
Ongin bjóðaði Helga av
Hetta kappingarárið hava vit sæð nógvar og spennandi dystir millum Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen. Bæði í tíðarkoyring og í vegasúkkling hava verið fáir metrar millum teir, og líka so fá sekund. Sera javnir, sera ofta.
Dávur er júst farin av landinum at lesa, og tí var tað ongin, ið kundi bjóða Helga av til FM-kappingina.
Hilmar Hansen, Tórarinn Didriksen, Kjartan Egholm, Bogi Gregersen og Gunnar Dahl-Olsen royndu sum frægast at fáa Helga aftur, men einsamallur, og til tíðir í kolandi mótvindi, so økti Helgi kortini aftur til feltið, og góðar tríggjar tímar seinni, súkklaði Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum ein tryggan sigur heim.
Tað gekk ein lítil hálvur tími áðrenn nummar tvey kom um málstrikuna. Nummar tvey gjørdist Hilmar Hansen úr Norðstrok.
Frá vinstru Hilmar Hansen, Helgi Winther Olsen og Casper Rosen
Spenningur um bronsuna
Fleiri súkklarar bardust um bronsuna. Leingi var eingin ivi í, at dysturin um annað og triðja pláss stóð millum Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen. Teir høvdu slitið væl og virðiliga leysir frá restini av súkklarunum, og einsamallir eltu teir Helga og gjørdu sær ætlanir um at sleppa av við hvønn annan rætta tíðspunkt.
Beint sum finalan millum teir skuldi vera og einans smáir 15 kilometrar vóru eftir á mál, vildi so illa, at Gunnar punkteraði og noyddist at steðga. Spenningurin um sprintin teirra millum um málstrikuna, báðir kvikir og snildir súkklarar, bleiv tí av ongum.
Í bólkinum, ið elti teir, gjørdist tí alt meira spennandi, tí nú var dystur um bronsuna. Casper Rosen, Tórarinn Didriksen, Kjartan Egholm og Bogi Gregersen høvdu allir møguleika at vinna sær eitt triðjapláss. Casper leyp á í brekkuni móti Dali síðstu ferð, og fekk slitið seg leysan. Tórainn koyrdi á, tað hann kundi, men Casper Rosen úr Tórshavnar Súkklufelag, sum hevur vant nógv seinasta árið, slapp undan, kilometur fyri kilometur, og løtu seinni kundi hann súkkla um málstrikuna, góðan minutt framman fyri Tórarinn.
Hóast EM vinnari í ½ ironman, so valdi Andrass Joensen at súkkla 70 kilometrar, heldur enn longra teinin. Andrass skal í komandi viku aftur luttaka í stórari kapping uttanlands, og tí avgjørdi hann ikki at súkkla longra teinin.
Sum altíð er Andrass væl fyri. Í Sandoynni var onki undantak. Andrass Jóensen úr Føroya Triathlonfelag vann tí trygt sín bólk í M50. Einar Vang úr Fjallasúkklufelagnum, sum eisini er kendur frá Team Rynkeby, gjørist nummar tvey og grand old man innan føroyska súkkling, Sverri Mohr Edvinsson úr Tórshavnar Súkklufelag, nummar trý.
Tað var sera stór luttøka í ár. Hesaferð var eisini ein súkklari í U23 bólkinum. Tað eru nøkur ár síðan vit hava upplivað tað. Líkindini at súkkla vóru ikki góð. Rutan var hørð, og rættiliga nógvur vindur var, og tí er tað eitt bragd, at Niklas Hallgren Niclasen úr Fjallasúkklufelagnum megnaði at súkkla yvir 100 kilometrar stóran part einsamallur.
Umframt at Niklas Hallgren Niclassen spælir flogbólt við besta liðið hjá Mjølni, hevur hann í ár valt at royna seg í súkkling eisini. Hann venur bæði fjallasúkkling og vegasúkkling, og hevur, eins og Helgi, valt at royna seg í kappingum í báðum greinum. Niklas valdi at súkkla fulla teinin sum opin bólkur hjá monnum súkklaði, hóast teinurin hjá U23 var styttri, og gjørdist nummar 8 í opnum bólki.
Maria Svabo Hansen og Tórvør Østerø Vang saman við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavík, sum handaði heiðursmerki og steyp
Nýtt bros hjá kvinnum
Allir 30 súkklarar, menn og kvinnur, fóru avstað í senn, og eyðsæð skipaðu fólk seg í bólkar.
Hjá kvinnum eydnaðist Tórvør Østerø Vang at sleppa avstað undan Mariu Svabo Hansen, sum báðar kappaðust í opnum bólki um FM heiti. Fleiri kvinnur vóru við, men tær kappaðust í motiónsbólkinum sum súkklaði styttri tein. Tí skuldi dysturin standast millum hesar báðar.
Tað var ”Miss Rynkeby”, ið helt munin á mál og gjørdist FM vinnari 2021. Tórvør Vang úr Fjallasúkklufelagnum, ið hevur súkklað við Team Rynkeby í nú fleiri ár, vann FM-gullið. Maria Svabo Hansen úr Tórshavnar Súkklufelag vann fyri vikum síðan LM Kring Føroyar. Hon vann trygt tá, men í FM-kappingini mátti hon eitt trin niður á sigurspallinum, og taka móti silvurheiðursmerkinum. Báðar stóðu tær seg væl, og høvdu eisini staðið seg væl millum mennirnar.
Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen, handaði heiðursmerkir og ferðasteyp til vinnararnar. Alt úr føroyskum gróti.
Kelda: ssf.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald