Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 04. september 2021 | Nr. 36 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Sigrid og Nicklas hava tikið mát av Føroyum

SíÐa 4

1 Leygardagur 04. september 2021

Góðan lesihug og framá Føroyar!

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Spennandi avbjóðingar at loysa

Avbjóðingin við at fáa til vega býli til allar familjurnar í Føroyum er vorðin ein reellur trupulleiki. Tað er ikki longur eldsálir, umboðandi ein veikan part av okkara borgarum, sum royna at rópa politikararnar upp í eini roynd at fáa gongd á hetta øki.

Nú vísir Búskaparráðið eisini á, at okkurt má gerast, tí trot á á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini, sum tað stendur í búskaparfrágreiðingini, ið varð kunngjørd í vikuni.

Samstundis er arbeiðsloysið so lágt, at trot á arbeiðsmegi, sambært sama Búskaparráð, ikki longur er ein fyribils avbjóðing, men ein trupulleiki, ið skal loysast. Og víst verður á tørvin á at fáa smidligari skipanir, so neyðug útlendsk arbeiðsmegi kann fáast til Føroyar at taka sítt tørn til tess at tryggja framburðin.

Hóast vit hesi seinastu skjótt tvey árini hava havt eina kreppu, sum í longri tíðarskeið hevur lagt virksemið lamið, so hevur hetta ikki ávirkað vøksturin í fólkatalinum stórvegis.

Á sumri fyri tveimum árum síðani, tá vit føroyingar veruliga fingu eyguni upp fyri, hvussu stór ferðavinnan er vorðin herheima, vóru vit skrásett 51.822 fólk at búgva í Føroyum. Síðsta summar vórðu vit økt við næstan 800 til 52.613, og hetta seinasta 12 mánaða skeiðið við næstan líka nógvum til 53.399.

Undarligt at ímynda sær, at vit upp á tvey ár við kreppu eru vaksin við næstan 1.600 fólkum – tað er jú ein miðal stór føroysk bygd – og kortini hava so stórt trot á arbeiðsmegi, at tað er vorðin ein veruligur trupulleiki.

Avbjóðingar, sum vit bert tordu at droyma um fyri bara nøkrum fáum árum síðani, tá vit stríddust við Exit Føroyar gongdini og royndu at finna loysnir fyri hvussu gongd kundi koma á fólkavøksturin aftur. Um íkomna støðan er táverandi visiónsætlanini fyri 2015 at takka, vita vit ikki.

Men ein sannroynd er tað, at nógv er eydnast síðan tá. Uppsjóvarfiskiskapurin gjørdist til eina heilt nýggja vinnu samstundis sum alivinnan veruliga fekk fótin fyri seg og ferðavinnan mentist seg til eina eksportvinnu á næstan sama støði sum ávísir partar av fiskivinnuni.

Men framburðurin gevur nýggjar avbjóðingar, eins og Búskaparráðið eisini vísir á.

Ein av hesum avbjóðingum er at hýsa teimum nógvu fólkunum sum koma. Tí framhaldandi fólkavøkstur og neyðug tilgongd av útlendskari arbeiðsmegi er ein treyt fyri at ferðavinnan, byggivinnan og fiski- og alivinnan kunnu halda hjólunum gangandi, sambært Búskaparráðnum.

Tí er tað gott, at stóru kommunurnar hava sæð, at býlistørvurin skal raðfestast høgt í komandi tíðum. Og tað er eisini rætt, at við hesum vøkstrinum verður ikki gjørligt hjá kommununum at lata øllum húskjum grundøki við plássi til stóran urtagarð rundanum. Plássið er avmarkað, og tí mugu vit eisini læra at búgva tættari saman.

Sanniliga spennandi avbjóðingar at taka upp hjá lokalum og landspolitikarum, avbjóðingar, sum benda á, at tað í løtuni gongur framá og tað gongur væl í Føroyum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5061

    Lisnar síður: 17808

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 04. september 2021

Kaj Leo er best umtóktur í landsstýrinum

Serliga eru tað veljararnir hjá andstøðuni, sum peika á heilsumálaráðharran, tá bestu landsstýrisfólkini skulu veljast

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, og núverandi landsstýrismaður við heilsumálum, er tað landsstýrisfólkið, sum hevur størsta tokka millum veljararnar.

Í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið í farnu viku, vóru veljararnir bidnir um at siga hvørji trý landsstýrisfólk í sitandi landsstýri hava klárað seg best.

Og næstan tveir triðingar – 65 prosent – høvdu Kaj Leo Holm Johannesen millum tey trý, sum peikað varð á.

Tølini vísa, at Kaj Leo serliga er umtóktur millum andstøðuveljarar, tá teir verða spurdir um at peika áa tey trý landstýrisfólkini, sum hava klárað seg best í fyrsta helmingi av hesum valskeiði. Heili 81 prosent av veljarunum hjá andstøðuflokkunum peikaðu á Kaj Leo, meðan tilsvarandi talið millum samgonguveljarar var 44 prosent.

Samgonguveljarum dáma best Bárð á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen, vísir kanningin. (Sí talvu herundir)

Bárður bestu skoru
Tá hugt verður eftir hvat av landssstýrisfólkunum hevur klárað seg best (hetta framgongur ikki av talvuni herundir), so er tað kortini Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur bestu skoru.

29,9 prosent hava peikað á løgmann sum tann, ið klárar seg best. Síðan koma Kaj Leo Holm Johannesen 26,4 og Jacob Vestergaard 13,3. Á teimum næstu plássunum koma Jørgen Niclasen 8,7, Jenis av Rana 8,1, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir 7,5 og Helgi Abrahamsen 6,1.

Verður hugt eftir, hvat veljaranrir hjá teimum einstøku flokkunum halda, so sæst, at fólkafloksveljarar halda at løgmaður hevur klárað seg best (30,2 prosent) framman fyri egnu landsstýrismenninar Jørgen Niclasen (25,1) og Jacob Vestergaard (24,6). Bert 5,0 prosent av fólkafloksveljarum hava peikað á Elsebeth M. Gunnleygsdóttir sum tann, ið hevur klárað seg best.

Hjá sambandsveljarunum peika tveir triðingar (66,1 prosent) á løgmann. Síðan kemur Kaj Leo Holm Johannesen (13,6) og Jenis av Rana (7,6). Bert 3,4 prosent av sambandsveljarunum hava peikað á Helga Abrahamsen sum tann, ið kláraði seg best í fyrra helmingi av hesum valskeiðinum. Sigast skal at kanningin varð gjørd beint eftir, at kunngjørt varð, at Helgi Abrahamsen fór úr landsstýrissessinum í staðin fyri Magnus Rasmussen.

Andstøðan serligan tokka til Kaj Leo
Millum miðflokkaveljarar eru tað flest, sum peika á Jenis av Rana. Síðan kemur løgmaður og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir (vit hava valt ikki at upplýsa prosenttølini fyri teir smáu flokkarnar, tí óvissan er rættiliga stór her).

Javnaðarveljarar peika á Kaj Leo Holm Johannesen (37,2 prosent) sum tann, ið klárar seg best, framman fyri løgmann (25,9) og Helga Abrahamsen (12,0).

Tjóðveldisveljarar eru enn meira sannførandi um dygdirnar hjá Kaj Leo, tí hann fær undirtøku av 47,6 prosentum at vera tann, ið klárar seg best. Kaj Leo á baki koma Jacob Vestergaard (14,9) og løgmaður (12,6).

Nógv teir flestu framsóknarveljarar, næstan helmingurin, peika á Kaj Leo Holm Johannessen, framman fyri Jørgen Niclasen og løgmann.

Sjálvstýrisveljarar peika á ávikavist Jenis av Rana, Jacob Vestergaard og Bárð á Steig Nielsen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021

3
Leygardagur 04. september 2021

Nógv flest vilja hava Aksel aftur í løgmanssessin

Sitandi løgmaður missir undirtøku í fólkinum vísir seinasta veljarakanningin hjá Spyr.fo

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Undirtøkan millum fólkið fyri Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni er niðureftirgangandi.

Tá Spyr.fo í farnu viku spurdu veljarar um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval, vóru tað 21,9 prosent, sum svaraðu Bárður á Steig Nielsen.

Sostatt hevur sitandi løgmaður munandi lægri undirtøku nú, enn hann hevði á teimum undanfarnu kanningunum. 30 mars peikaðu 27,5 prosent á sitandi løgmann, og 29. juni vóru tey 26,8 prosent.

Hinvegin økist undirtøkan fyri undanfarna løgmanni, Akseli V. Johannesen. Nú eru 36,7 prosent av veljarunum, sum ynskja formann Javnaðarfloksins aftur í løgmanssessin.

Hetta er sostatt munandi meira, enn hvat tað eru veljarar, sum siga seg fara at atkvøða fyri Javnaðarflokkinum um val var nú. Javnaðarflokkurin fekk 28,0 prosent í somu kanning.

Millum veljararnar er løgmansspurningurin framvegis ein spurningur millum Bárð og Aksel, tí tey vórðu biðin um at peika á ein av floksforfólkunum, tí hini møguligu løgmansevnini hava ikki so stóra undirtøku.

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, er triðbest umtókti í hesum stríðnum. 11,1 prosent peika á hann. Hetta er ein afturgongd í mun til seinast – kanska eitt sindur undrunnarverrt, tí Tjóðveldi hevði annars framgongd í mun til undanfarnar kanningar.

9,0 prosent peika á Jørgen Niclasen sum løgmann, nakað meira enn undanfarnar kanningar.

4,9 prosent peika nú á Ruth Vang, 3,6 á Jenis av Rana og 0,7 prosent preika á løgmansvalevnið hjá Sjálvstýri.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021

4
Leygardagur 04. september 2021

Sigrid og Nicklas hava tikið mát av Føroyum

Teir báðir donsku studentarnir hava arbeitt sum landmátarar og hava eisini gjørt sær sínar metingar um land og fólk

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Hon eitur Sigrid og er 26 ár. Hann eitur Nicklas og er 23 ár. Tey eru bæði donsk og úr Keypmannahavn. Tey taka landmátaraútbúgvingina á deildini hjá Aalborg Universiteti í Keypmannahavn, har tey hava staðið fyrsta árið.

Tey hava verið í Føroyum í knapt tveir mánaðir, og hesa tíðina hava tey arbeitt á Umhvørvisstovuni. Í síðstu viku fóru tey heim aftur við Norrønu – tey høvdu ein fínan túr til Føroya, ikki minst tí at Danmark spældi seg í semifinaluna í fótbólti, meðan tey sigldu.

[object Object]

Tað, sum brýtur mest frá: Ólavsøkan!
Tá ið eg spyrji, hvat hevur verið tann mest serstaka upplivingin í Føroyum, so ivast tey ikki: Ólavsøkan! Nicklas sigur, at nógv verður tosað um munin millum Føroyar og t.d. Danmark, men í tí gerandisliga hugsar tú ikki um tað.

– Fólk tosa væl danskt, og ein føroyskur handil og vøruúrvalið har líkist tí, tú kennir frá Danmark, og teldusamskiftið, bilaflotin, skrivstovurnar o.s.fr. er alt tað sama. Men ólavsøkan, tað er nakað heilt annað, sigur hann.

– Tá føldu vit rættiliga, at vit vóru í Føroyum, tí ólavsøkan er so serstøk og eitt fyribrigdi, sum tú ikki kanst uppliva í Danmark. Eg var so býttur at spyrja ein føroying, hvat vit skuldu gera á ólavsøku, og hann svaraði ‘ingenting’, vit skuldu bara ganga í býnum, uppliva býin, greiðir Nicklas frá, sum ikki heilt skilti svarið, fyrrenn hann kom í býin.

Magiskur felagsskapur
– Her eru túsundavís av fólki, einstaklingar, pør, bólkar, sum koma saman á einum stað, men talan er ikki bara um eina mannfjøld: í hesum fólkahavinum formerkir tú ein næstan magiskan felagsskap, eru tey bæði Nicklas og Sigrid samd um.

Tey halda, at tað er bergtakandi at síggja, hvussu tíðin so at siga er sett úr gildi: fólk standa í hópum og tosa, stutt ella leingi, summi verða standandi, meðan summi fara víðari, einsæris ella í einum ella fleiri bólkum, møta nýggjum fólkum fyri síðani at steðga á aftur, smakka sær á og tosa og flenna, summi mælskari enn onnur ... Og huglagið ger, at tey eisini kenna seg at hava samband við hendan felagsskapin og tí eisini tosa við fólk, sum tey ikki kenna ...

Tey hava fingið við, at á ólavsøku verða ósemjur lagdar til viks – siðvenjur og felagskenslan eyðkennir huglagið. Tað gav kortini at bíta, tá ið onkur rópti “loysing”, tá sangurin undir tinghúsinum endaði, og summi róptu fagnaðarróp og onnur “klovn!”.

[object Object]

Vóru til ymisk titøk
Sigrid hevur verið á ólavsøku sum 14 ára gomul saman við einari danskari vinkonu, sum vitjaði skyldfólk í Runavík.

– Tá fylgdi man bara við. Hesa ferð ráddi eg mær sjálvari. Umframt at vera til ólavsøkuskrúðgonguna og kórsangin, so vóru vit til fólkafundin á háskúlanum og til fólkafundin hjá Unga Tjóðveldi, har fólk stóðu sum sild í tunnu, sigur Sigrid, sum – sjálvt í korounutíð – hevur heft seg við serligu snapsa-siðvenjuna.

Forvitni og útliongsul
Hóast Sigrid áður hevur verið í Føroyum, so var tað ikki hon, sum tók stigið til føroyaferðina. Tað var Nicklas, sum var farin at kanna møguleikan fyri at fara til Grønlands, men endaði við velja Føroyar.

Í Danmark er landmáting privat virksemi, og almennir myndugleikar keypa hesa tænastuna. Í Føroyum ger Umhvørvisstovan sjálv tær landmátingar, sum hon hevur brúk fyri.

– Eg var eitt sindur forvitin eftir at vita, hvussu hendan skipanin riggaði í verki. Sigrid og eg vóru í lesibólki saman á universitetinum, , so eg spurdi, um hon ikki hevði hug at koma við, sigur Nicklas.

Sigrid sigur, at eftir køvandi koronutilveruna var útlongsulin stórur, men at brúka tveir mánaðir – alla feriuna – í Føroyum, tað helt hon fyrst vera í meira lagi.

– Men at enda lat eg mær siga, og tað angri eg ikki, sigur Sigrid.

[object Object]

Væl móttikin
Tey bæði hálova leiðslu og starvsfólkum annars á Umhvørvisstovuni fyri móttøkuna og starvstíðina har.

– Tey tóku óvanliga væl ímóti okkum. Vit fingu eina greiniliga kunning um Umhvørvisstovuna, hvørjar uppgávur hon hevur og hvussu arbeiðið er skipað, og vit fingu meir at kalla ein fyrilestur um arbeiðið við at gera kort o.l. í Føroyum, greiða tey frá og leggja afturat, at tey illa duga at ímynda sær, at tvey lesandi høvdu fingið líknandi móttøku á donskum arbeiðsplássi.

Umframt upplæring viðvíkjandi arbeiði, sum verður gjørt við telduna, so hava tey gjørt nógvar landmátingar kring landið. Tað passaði væl, eftirsum landmáting í verki var størsti tátturin í lestrarhálvuni fyri summarsteðgin.

Mest serstaka sjónin: Mykines
Í hesum arbeiði eru tey komin víða um í Føroyum: Tey hava verið á øllum teimum størru oyggjunum og onkrari av teimum smærru við. Hetta hava verið ymiskar og góðar náttúruupplivingar, og tá ið tey skulu taka eina waw-uppliving burtur úr, so eru tey á einum málið: Mykines!

– Tá ið tú stendur á sørvágskai, so hevur tú kensluna av, at tað slepst ikki longur. Og so er kortini ein oyggj uppaftur longri úti, og tað var ein bergtakandi sjón – bæði í frástøðu og tá ið tú komst niðaná, siga tey bæði.

Sjálvt um tað var summardagur, so var so mikið í sjónum, at tey bæði spekuleraðu uppá, um tey mundu fara at sleppa inn aftur frá heimsins enda. Tað elvdi sjálvsagt til prát um lagnudagin hjá Peturi presti, sum – eftir at hava havt brúðarvígslu í skundi í Mykinesi – við ringum tannabiti játtaði at doypa ein nýføðing.

[object Object]

Mykineskyrra
Tað gekk uppaftur skjótari fyri seg enn brúðarvígslan, tí Petur skuldi vera á lendingini, áðrenn sjóvarfallið vendi. Men sjóvarfallið bíðar ikki, so teir á bíðandi bátinum fóru aftur til árarnar, prestur varð veðurfastur í Mykinesi og Barbara fór einsamøll til Havnar ...

So illa gekst ikki hjá Nicklasi og Sigrid, sum hevur lisið ‘Barbaru’ – tey sluppu av oynni sama dag og komu aftur í aftur í øllum góðum – aftur til Umhvørvisstovuna, har starvsfelagarnir hava verið óførir at sæð til, at tey ikki hava sitið fyri seg sjálvi, men hava verið við í prátinum á stovninum, tá ið matar- og drekkasteðgir hava verið.

Umframt náttúruupplivingarnar í sambandi við landmátingarnar, so hava tey eisini verið við á skipaðum gongutúrum á fjøllunum, eitt nú av Hellunum til Fuglafjarðar umvegis Góðadal og Altarið.

Grindadráp - ógvusligt og bergtakandi
Mótsetningin til friðin á gongutúrinum upplivdu tey, tá ið tey sóu grind verða hildna til í Skálafirði.

– Tað var ein uppliving fyri at kalla allar sansir, sigur Nicklas, sum eisini hevur etið grind og spik.

Tey nýta lýsingarorð sum ‘øtilig’, ‘vill’, ‘ógvuslig’, og ‘ágangandi’ um hesa serstøku upplivingina, og taka til, hvussu væl arbeiðið at reka og drepa grindina samskipað, og hvussu skjótt tað er, til alt er yvirstaðið.

Tey flestu, sum hava kritiserað grindadrápið, eru fólk í stórbýum í protestantiskum londum, sum hava havt hjálond, ella eru niðursetufólk, ið hava rikið upprunafólkið undan sær, tá tey hava víðkað búøkið og harvið flutt the frontier. Tey bæði ungu, donsku stórbýarbørnini hava kortini ikki fortreð av grindadrápinum.

“Hvat gert tú her?!”
– Hetta er eitt sláturhús undir opnum himli. Hetta eru stórdýr, sum tú ikki kanst binda niður, og droyrin sær ógvusligur út. Og so eru pengar ikki uppií, sigur Sigrid, og eg latið vera við at oyðileggja idyllin við at fortelja teimum, at nú verður skjótt lógligt at handla við tvøsti og spiki.

Eg veit ikki, um grindavísan var kvøðin á landsdansistevnuni herfyri, men Nicklas hevði vitað tað.

Hann var á landsdansistevnuni, meðan Sigrid var á Voxbotn! Konan, sum hann leigaði frá, bjóðaði honum við á landsdansistevnuna, og tað var eitt forvitnisligt upplivilsi.

Men tað var eisini forvitnisligt hjá dansifólkinum at síggja Nicklas har.

– Hvat gert tú her, spurdu tey. Ikki ákærandi, men meira tí at tey mundu halda, at eg – ungur og útlendskur – var vilstur, sigur Nicklas flennandi.

[object Object]

Danskarar vita (ov) lítið um Føroyar
Á Voxbotn undraðist Sigrid á, hvar øll hesi fólkini komu frá.

– Vit hava verið í býnum í Havn fleiri kvøld. Tá eg var á Voxbotn spurdi eg meg sjálva, hvar øll hesi fólkini eru eitt vanligt leygarkvøld, sigur Sigrid.

Tá tú lesur hetta eru tey bæði Sigrid og Nicklas aftur í Keypmannahavn. Har fortelja tey helst vinum og kenningum um lagghallu viðurskiftini landanna millum.

– Føroyingar tosa danskt, men vit skilja ikki føroyskt. Føroyingar vita nógv um Danmark, men vit vita næstan einki um Føroyar, sigur Sigrid umberandi, tó at tey bæði hava lisið eitt sindur uppá, áðrenn tey komu.

“Havi fyrilit, tá ið tit byggja!”
Teimum hevur dámt væl hendan dvølin í Føroyum, og tað kann væl henda, at tey koma aftur. Nicklas vónar, at tað, tey tá fáa at síggja, ikki er ein broyting til tað verra. Hann vísir á, at tað verður bygt so nógv og so skjótt, sum nú, tá hava tann beina linjan og tann rætti vinkulin ofta lætt við at vinna frama.

– Tá er eisini vandi fyri, at at virðismikil landsløg verða planerað og søguligir bygningar javnaðir við jørðina. Tí vóni eg, at Føroyar hava ein greiðan politikk, tá ið tað kemur til mentanararv, sigur Nicklas og Sigrid tekur undir.

Vit hava sitið á kaffistovuni í gamla bókhandli í Havn, og tey fara heim at pakka – hon í Havn og hann í Kollafirði. Og meðan eg pakki saman, so hugsi eg um, um hesin bygningurin mundi vera partur av ætlanini um javna býlingin úti á Reyni við jørðina í 1970-unum ...

[object Object]
(Privat mynd)


[object Object](Privat mynd)


 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021

5

Størv

Fulltrúi til Løgmansskrivstovuna

Meira Umsóknarfreist: 19. august 2024

Deildarleiðari til Visitatiónina og Heilræði í Heilsu- og umsorganartænastun

Meira Umsóknarfreist: 03. august 2024

Tekniskur ráðgevi til vinnudeildina

Meira Umsóknarfreist: 18. august 2024

Dagligur leiðari til P/F Kjøtbúðina

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Starvsfólk til Dagtilboðið á Skála/Demenstænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Endurlýsing - Ergo- ella fysioterapeutur til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 09. august 2024

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúum

Meira Umsóknarfreist: 18. august 2024

Rakstrarleiðari til Tórshavnar havn – endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Løgfrøðingur til Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Taliráðgevi til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 09. august 2024

Verkætlanarstarv til vitanardepil hjá Kvinnuhúsinum

Meira Umsóknarfreist: 30. juli 2024

Ráðgevi til Marknaðardeildina

Meira Umsóknarfreist: 18. august 2024
6 Leygardagur 04. september 2021

Widerøe byrjað regluliga flúgving við propell flogfari

Fyrsta regluliga flogfarið lendi fyrrapartin í gjár í Vágum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norska flogfelagið Widerøe fór fríggjadagin undir regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Bergen. Fyrsta flogfarið lendi beint fyri klokkan 12.

Flogið verður tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar.

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 78 ferðandi, og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia, og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir.

Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók á flogvøllinum:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

7
Leygardagur 04. september 2021

Togaðu august til havs

Ein deyður augustur var týsmorgunin sæddur í Hestfirði

(Mynd: Elias Zachariassen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var fyrrapartin týsdagin, at fólk sóu ein deyðan august fara rekandi í Hestfirði.

Eitt langt slør av lýsi kom frá hvalinum og fór við rákinum.

Brimil kom seinnapartin á staðið, og sleipaði hvalin 20 fjórðingar frá landi. Hann skuldi tí nú ikki longur verið til ampa fyri nógvu smábátarnar, sum í hesum døgum eru eftir náta.

Myndirnar niðanfyri hevur Elias Zachariassen tikið á Brimli.[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

8 Leygardagur 04. september 2021

Heim fyri seinheilaskadd í Klaksvík

Nýggi depilin letur upp í januar 2023, og fer at hava 15 íbúðir

(Mynd: Almannamálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, helt síðsta fríggjadag røðu til hátíðarhaldið, nú arbeiðið at gera nýggjan depil fyri fólk við seinheilaskaða byrjar.

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er í Klaksvík á Stangavegi 53, og arbeiðið at umbyggja bygningin er farið gongd.

Talan er um gamla Nema bygningin, sum Pf. Christian í Grótinum hevur keypt. Felagið hevur gjørt sáttmála við Pf. Kanjon um at innrætta húsini til ætlaða leigumálið.

Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar vera í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021

9 Leygardagur 04. september 2021

Nýtt miðvíst endurvenjingarskeið til fólk við sclerosu

Talan er um eitt intensivt skeið í tríggjar vikur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har luttakararnir fáa ymsar venjingar, útspenning o.a. Skeiðið er skipað sum bólka- og einstaklingarvenjingar og tey, sum standa fyri nýggja endurvenjingarskeiðinum eru fysio-, ergoterapeutar og røktarstarvsfólk

- Hetta tilboðið hevur verið leingi ávegis og tað er ein góð kensla, nú vit eru komin á mál, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sjúkrahúsverkið bjóðar nú fólki við sclerosu eitt nýtt miðvíst og skipað endurvenjingartilboð. Talan er um tilboð, ið fer fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Talan er um eitt intensivt skeið í tríggjar vikur, har luttakararnir fáa ymsar venjingar, útspenning o.a. Harumframt fáa luttakararnir bjóðað undirvísing í kosti, ætlað fólki, ið eru rakt av sclerosu, taluvenjingar við logopædi og røkt.

Skeiðið er skipað sum bólka- og einstaklingarvenjingar og tey, sum standa fyri nýggja endurvenjingarskeiðinum eru fysio-, ergoterapeutar og røktarstarvsfólk.

Tey sum luttaka fáa bjóðað innivist á gestagongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta hevur verið eitt stórt ynski frá teimum, so tey betur kunnu hugsavna seg um endurvenjingina. Tað eru kommunulæknar, sum senda ávísing til Sjúkrahúsverkið.

- Hetta tilboðið hevur verið leingi ávegis og tað er ein góð kensla, nú vit eru komin á mál, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi

- Sjúkrahúsverkið hevur seinastu mongu árini bjóðað borgarum við sclerosu endurvenjing, men tá hevur talan verið um einstaklingatilboð. Royndirnar við bólkavenjingum eitt nú til sjúklingar við Parkinson á Suðuroyar sjúkrahúsi, siga okkum, at tað eisini gevur nakað eyka, tá fólk við líknandi avbjóðingum, eru saman styttri tíðarskeið.

Fyrsta endurvenjingarskeiðið byrjar 4. oktober 2021 og er longu fult teknað.

Talan er um eitt føroyskt konsept, og ætlanin er ikki at tað skal koma ístaðin fyri verandi tilboð og avtalur, ið Sjúkrahúsverkið hevur við Haslev Sclerosehosptal. Fimm til seks fólk við sclerosu fáa bjóðað uppihald á Haslev Sclerosehospital árliga og hendan avtalan heldur fram.

Vitan ið fremur – undirvísing til heilsustarvsfólk
Ætlanin er eisini at skipa fyri undirvísing fyri heilsustarvsfólkum í rehabilitering og røkt innan økið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Haslev Sclerosehospital, har tað eru fysio-, ergoterapeutar og sjúkrarøktarfrøðar, ið standa fyri undirvísingini.
Seinasta heyst skipaði Klaksvíkar Sjúkrahús fyri undirvísing, har millum annað heilsustarsfólk frá Almannaverkinum, kommununum og starvsfólk frá Sjúkrahúsverkinum luttóku. Undirvísingin varð væl móttikin, og fleiri eftirlýstu undirvísingina sum eitt afturvendandi tiltak.

Klaksvíkar Sjúkrahús og Haslev Sclerosehospital tosa nú saman um at skipa fyri undirvísing fyrst í oktober og aftur bjóða heilsustarvsfólkum hjá Almannaverkinum og kommunununum at luttaka.

- Tað er sera umráðandi, at vitanin innan sclerosu kemur út til tey heilsustarvsfólk, ið eru um borgaran við sclerosu. Vit í Sjúkrahúsverkinum taka fegin á okkum leiklutin at deila hesa vitan, so heilsustarvsfólk í Føroyum kunnu fáa eina felags fatan um sclerosu, og hvussu vit á besta hátt kunnu veita endurvenjing innan økið, sigur Alexandra á Dul.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

10 Leygardagur 04. september 2021

Ivast í um fólk fara at lata seg kanna

Frá 1. september er ikki longur krav at lata seg kanna við komu til Føroya. Í staðin verður mælt til at lata seg kanna nakrar dagar áðrenn fráferð og eftir komu, men Pál Weihe ivast í, at fólk fara at fylgja hesum tilmælunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

31. autust var seinasti dagur við kravdum koronukanningum við landamørkini. Frá 1. september varð í staðin mælt til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftan á komu til Føroya. Eisini verður heitt á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin.

Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, ivast tó í avgerðini hjá myndugleikunum um at steðga við at kanna fólk við komu. Hetta, tí hann sigur seg ivast í, at fólk fara at fylgja tilmælinum um at lata seg kanna.

– Eg hugsi, at ein partur fer, men kanska tann parturin, sum hevur størstan tørv á tí, fer ikki at gera tað, sigur hann við Útvarpið.

Hann heldur ikki, at tað er ein varandi loysn, tí tað kann vera, at smitta kemur at breiða seg aftur, og at vit tí verða noydd at seta marknakanningar í verk aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

11 Leygardagur 04. september 2021

Koronalinjan hevur lagt hornið á

Vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur, og tí er avgjørt, at virksemið á Koronalinjuni heldur uppat

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímum seinastu 18 mánaðirnar helt Koronalinjan uppat klokkan 15 týsdagin 31. autust.

Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur. Tí er eisini avgjørt, at frá 1. september 2021 heldur virksemið á Koronalinjuni uppat, og fer Koronalinjan ikki at svara uppkallum longur, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Men hóast Koronalinjan verður niðurløgd, er heimasíðan www.corona.fo framvegis virkin við viðkomandi upplýsingum og kunning. Eisini er møguligt at bóka tíð til koronukanning og koppseting á www.corona.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

12 Leygardagur 04. september 2021

Met sett á føðideildini fríggjadagin

Tíggju føroyingar føddir sama dag - hetta er púra óvanligt, og tað gav teimum á føðideildini nógv at gera. Alt gekk væl, skrivar Landssjúkrahúsið

Dagurin 27. august skilur seg ordliga út á talvuni, har nálir verða settar í fyri hvørja føðing
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri hvørt barn sum verður borið í heim á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, verður ein nál sett í serligu talvuna, ið har hongur.

Fríggjadagurin 27. august var ein heilt serligur dagur, tí heili tíggju nálir vórðu settar í - ein fyri hvørt vælskapta barn, ið kom í verðina.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á Facebooksíðu sínari.

Tað er ikki vanligt, at tað er so nógv at gera á føðideildini ein og sama dag. Tí var nógv trýst á - bæði so og so.

- Hóast 10 føðingar uppá eitt samdøgur er nógv fleiri enn vanligt, so gekk alt væl, skrivar Landssjúkrahúsið

[object Object]
Mynd: Landssjúkrahúsið

Talan er um met. Joan Niclasen, ljóðsmóðir á føðideildini, tosaði leygarkvøldið við Kringvarpið. Hon segði, at tað var ein serligur og væleydnaður dagur á deildini. 

- Eingin átti á gongini og fleiri eru longu útskrivaðar, segði hon millum annað.

Joan Niclasen segði eisini, at tað í miðal eru áleið tvey børn fødd um samdøgrið, og at tað onkutíð hevur verið uppi á fimm.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

13 Leygardagur 04. september 2021

Flogfar fekk fugl í motorin

, og tí eru seinkingar í flogferðsluni í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nakað av ólagi kom í flogferðsluna hjá Atlantsflogi fyrst í hesi vikuni.

Orsøkin ver, at eitt flogfar fekk ein fugl í annan motorin, tá tað skuldi seta seg í Vágum sunnudagin, og tí kundi tað ikki brúkast.

Motorurin fekk tó ongan skaða, og flogfarið kundi setast í flúgving aftur seinnapartin mánadagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

14 Leygardagur 04. september 2021

Átta mánaðar fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Ein 27 ára gamal maður, sum í Føroya rætti fekk hálvt árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku, fekk í farnu viku herda revsing í Landsrættinum – hann skal nú inn at sita í átta mánaðir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku fekk ein 27 ára gamal maður átta mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing í Eystara Landsrætti fyri neyðtøku av einari javngamlari kvinnu.

Maðurin hevði fingið hálvt árs fongsulsrevsing í Føroya rætti, og er talan sostatt um eina herda revsing, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið kvinnuna, sum er fyrrverandi unnusta hansara, meðan hon svav.

Í sambandi við málinum, hevði Landsrætturin eisini høvi at taka støðu til, um herðingin av revsingini fyri kynslig brotsverk, sum kom í gildi í Danmark í 2016, eisini er galdandi í Føroyum. Men í Landsrættinum varð boðað frá, at mann ikki uttan fráboðan frá myndugleikunum kann herða revsingina í Føroyum.

Michael Boolsen, fúti, sigur, at hann er nøgdur við dómin, undir núverandi umstøðum, og er ásetingin av slíkari treytaleysari fongsulsrevsing eitt greitt tekin um, at samfelagið ikki góðtekur slíkan atburð.

– Eg vóni, at hesin dómurin er við til at fáa fólk at hugsa seg væl um, hvussu tey bera seg at, tá hetta málið tíverri ikki er eitt eindømi, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

15 Leygardagur 04. september 2021

Ben Arabo og aðrir ætla at keypa Magn

Eitt felag við navninum Spf. Orkufelagið ætlar at keypa Magn fyri hálva milliard

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spf. Orkufelagið ætlar at keypa Magn. Tað hevur íslendski eigarin, Skeljungur, boðað íslendska keypsskálanum frá, visti Kringvarpið at siga í vikuni.

Ben Arabo er stjóri í Spf. Orkufelagið, og hevur næstu átta vikurnar fingið einkarætt at samráðast. Hann sigur við útvarpið at partarnir longu eru samdir um yvirskipaðu viðurskiftini í sambandi við keypið, og arbeitt verður nú við at fáa fígging.

[object Object]

Ætlanin er at endaliga avtalan verður klár í november.

Keypsprísurin er 606 milliónir danskar krónur, men við í søluprísinum er yvirtøka av skuld og onnur fíggjarlig viðurskirfti, so at sølan av partabrøvunum er um 493 milliónir danskar krónur.

Tað eru Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus, sum fyrr í ár stovnaðu smápartafelagið Orkufelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

16 Leygardagur 04. september 2021

– Manglandi arbeiðsmegin er eisini ein skúlatrupulleiki

Tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum, bæði tí tað er trupult at finna útlendska arbeiðsmegi, men eisini tí, at núverandi skúlaskipanin leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, sigur stjórin í Demich

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skulu vit klára at nøkta eftirspurningin og fylgja við grøna orkuskiftinum, mugu vit fáa atgongd til væl fleiri starvsfólk, serliga útbúnar handverkarar. Harafturat má útbúgvingarskipanin tillagast tær uppgávur, sum grøn orka hevur við sær.

Tað heldur Rói Kalsø, stjóri í Demich.

Fyritøkan veitur tænastur innan rør, hita og ventilatión, sum eru grundleggjandi í hvørjari byggiverkætlan. Harafturat fyllir grøna orkuskiftið alsamt meira, har søla, uppseting og viðlíkahald av hitapumpum gerst eitt størri virkisøki.

– Vit merkja, at tað er ein stór avbjóðing at finna starvsfólk við neyðugu førleikunum. Vit tillaga sjálvsagt virksemið til tann kapasitet, sum vit hava, men tað er einki at ivast í, at vit kundu átikið okkum munandi meira, um vit høvdu starvsfólk til tess, sigur hann sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Stjórin í Demich, ið hevur um 70 starvsfólk, greiðir frá, at tey kundu bjóða munandi fleiri fólk starv. Hann sigur, at tey hava takkað nei til fleiri stórar verkætlanir, tí at tað ikki ber til at finna fólk.

Rói Kalsø greiðir frá, at tað gerst truplari at finna útlendska arbeiðsmegi, men skúlaskipanin er eisini ein trupulleiki, tí hon leggur upp til bókligu útbúgvingarnar, og tað kann gera tað trupult at fáa lærlingar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

17 Leygardagur 04. september 2021

Arbeiðsloysið 1,2 prosent í juni

Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys – tað er nakað minni enn sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 1,8 prosent

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í juni mánað var arbeiðsloysið í Føroyum 1,2 prosent, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið í juni svarar til 347 fulltíðararbeiðsleys, og tilsamans vóru 430 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið í juni 2021 var lægri enn í juni 2020, har arbeiðsloysið var 1,8 prosent.

Í juni í fjør var arbeiðsloysið hjá avíkavíst monnum og kvinnum 1,8 prosent og 1,5 prosent, men í juni í ár var tað 1,2 prosent hjá báðum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

18 Leygardagur 04. september 2021

Kanning: Vit fáa helst ov lítið av jodi

Úrslit eru komin av jodkanningum av føroyingum millum 40 og 74 ár og av føroyskum vatni, og niðurstøðan er, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til tilmælið frá Heimsheilsustovninum

(Mynd: Gransking.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heimsheilsustovnurin, WHO mælir til, at øll heimsins lond hava eftirlit við jodstøðuni hjá borgarum. Eingi hagtøl hava verið fyri jodið í føroyingum, men nú eru úrslit av fyrstu føroysku kanningini almannakunngjørd, skrivar Granskingarráðið.

Tað er Stoffskiftisfelagið, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fróðskaparsetrið og Ålborg sjúkrahús. Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum/ Sjúkrakassagrunninum, granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Ålborg sjúkrahúsi og Dancea research programme.

Tey siga m.a. soleiðis um kanningina og úrslitini:

– Endamálið var at kanna, hvussu jodføðslustøðan er í føroyingum í aldrinum 40-74. Harafturat eru framdar vatnkanningar av 12 ymsum støðum í Føroyum at kanna, hvussu jodstøðan er í føroyska vatninum.

– Jod er lívsneyðugt fyri stoffskiftið. Ov høgt ella ov lágt jod kann elva til stoffskiftissjúkur, umframt, at ov lágt jodstøði hjá barnakonum ávirkar negativt á intelligensin hjá børnum teirra (lægri IQ). Eldri danskar kanningar vístu, at danir høvdu lágt jodinnihald, og tískil kom eitt danskt lógarkrav í ár 2000, sum segði, at húsarhaldssalt skal tilsetast jod og at breyð, sum er í sølubúðum, skal innihalda jodríkað salt. Ein fær jod ígjøgnum kostin, og serliga høgt innihald av jod er í fiski og sjóðgæti. Í nógvum londum er eisini høgt jod í mjólk og mjólkaúrdrátti, men eingi tøl eru á føroysku vørunum.

– Tað ber til at kanna jodinnihaldið í landinum, hetta svarar næstan til jodinnihaldið í blóðinum. 491 føroyingar í aldrinum 40-74 ár lótu landroyndir, hetta svarar til 10 prosent av føroyingum í hesum aldursbólki. Jodinnihaldið varð mátað við ceri/arsen háttinum. Útslitið vísir, at median landjodinnihaldið er 101 µg/L, (21 µg/L-1870 µg/L). Íalt lógu 37 prosent av luttakarunum í normal økinum. Eingin hevði álvarsligt jodtrot, men helmingurin av luttakarunum høvdu ov lágt jod í landinum í mun til WHO-tilmælið. Tað var ein postivur samanhangur millum, hvussu nógvan fisk og annan úrdrátt úr sjónum luttakararnir ótu og jodstøðið í landroyndunum.

– Jodinnihaldið í føroyskum vatni er sera lágt; <2 µg/L í øllum 12 støðum, sum vóru kannað.

Niðurstøðan eftir fyrstu úrslinum av kanningini av jodinnihaldi í føroyingur vísur, at median landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til tilmælið frá Heimsheilsustovninum, og at fleiri kvinnur enn menn høvdu lægri jodinnihald í landinum enn viðmælt; tað kann hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í Føroyum.

Ein kanning er ov lítið til at siga nakað um jodstøðuna hjá føroyingum, men nýggjar jodkanningar eru eisini á veg í øðrum aldursbólkum, sigur Granskingarráðið.

Greinin um jod í Føroyum er útgivin í tíðarritinum British Journal of Nutrition og kallast "Iodine nutrition among the adult population of the Faroe Islands – a population-based study". Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Stig Andersen, Pál Weihe, og Anna Sofía Veyhe.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

19 Leygardagur 04. september 2021

– Skjóta normaliseringin talar fyri størri avlopum

Koronustoyturin hevði væl minni neiligar avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og normaliseringin er gingin skjótari. Tí er metingin av BTÚ fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi, sigur Búskaparráðið, sum í vikuni kunngjørdi heystfrágreiðingina fyri 2021

Fróði Magnussen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skjóta normaliseringin talar fyri størri avlopum, sigur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum. Koronustoyturin hevði væl minni neiligar avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og normaliseringin er gingin skjótari. Tí er metingin av BTÚ fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi. Í vár var vøksturin í BTÚ í leypandi prísum mettur til 4,6 prosent fyri árið 2021, men nú er metingin 7,9 prosent. At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini.

Í vár lýsti Búskaparráðið árið 2021 við orðinum normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntaðust at sleppa inn á útlendsku marknaðirnar, og somuleiðis útlendsk ferðafólk aftur til Føroya. Hendan normalisering er farin fram skjótari, enn væntað varð í vár, og tað avspeglast í høga vøkstrinum í BTÚ í 2021. Væntandi fer hendan normalisering at halda fram í 2022 eisini, áðrenn sigast kann, at umstøðurnar hjá útflutningsvinnum okkara aftur eru, sum undan koronu.

Væntanin um eina skjótari normalisering í útflutningsvinnum okkara samsvarar væl við dagførdu útlitini fyri heimsbúskapin hjá IMF og OECD; búskaparligu útlitini fyri stóru útflutningsmarknaðir okkara eru munandi meira bjartskygd enn áður, nú koppingsetingin er komin væl áleiðis.

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett til at verða -2,4% í 2020, 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Metingin av árinum 2020 frá í vár var eitt tvífalt so stórt fall í BTÚ, men privata nýtslan hevur víst seg at vera størri í 2020, enn áður mett, og hevur givið eitt positivt ískoyti til vøksturin í BTÚ í 2020, heldur enn at hála BTÚ niður. Broytta metingin av niðurgongdini í BTÚ í leypandi prísum í 2020 og bjartskygdari metingin av vøkstrinum í 2021 sigur nakað um, hvussu skjót vendingin í búskapinum kann vera í einum pinkubúskapi, sum tí føroyska. Orsøkin til, at stoyturin ikki gjørdist so ógvusligur, er millum annað, at hjálparpakkarnir í Føroyum og úti í heimi gjørdu stóran mun í at bøta um avleiðingarnar av koronustøðuni. Føroysku húsarhaldini eru ikki vorðin stórvegis ávirkaði av hesum stoyti; tey eru bjartskygd, og tað sæst aftur í øktu nýtsluni, ið stuðlar uppundir innlendis handilsvinnuna. Privata nýtslan er, saman við øktum privatum íløguvirksemi somuleiðis við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. Umframt øktan innlendis eftirspurning, er ein størri tøkunøgd av laksi saman við einum lítlum prísvøkstri, við til at hála vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp í 2021. Nøgd og prísir á laksi verða somuleiðis mett at hækka eitt vet í 2022, so hvørt sum eftirspurningurin við vaksandi talinum av koppsettum fólki økist. Makrelfiskiskapurin verður hinvegin vegna vantandi avtalu við Bretland, væntaður at geva lægri útflutningsvirði í bæði 2021 og 2022 samanborið við í 2020.

At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini. Hallið á fíggjarlógini er mett at verða 300 mió. kr. í 2021 og 200 mió. kr. í 2022. Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir í eini búskaparstøðu við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri, ikki hava avlop. Í Játtanarkørmunum fyri 2022 frá apríl í ár væntaði Landsstýrið, at tað framhaldandi fór at vera hall á fíggjarlógini fyri 2022 og eitt lítið avlop í 2023 við ymiskum átøkum fyri 60 milliónir krónur, sum ikki eru nágreinaði enn. Landskassin átti at havt í minsta lagið 150 milliónir krónur í avlopi í 2022. Harvið verður tó ikki sagt, at Landsstýrið í óðum verkum skal tátta í, men heldur, at tørvur er á ítøkiligum ætlanum, ið virka fyri haldførum fíggjarpolitikki. Ikki minst sæð í ljósinum av demografisku avbjóðingunum, ið Føroyar skal møta komandi árini við skjótt vaksandi talinum av eldri borgarum.

Í ferðavinnuni er gongdin júst vend, men størsta avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi. Ferðavinnan væntar ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin. Umboð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi til ymsu uppgávurnar, tí tað í ES-londunum er stórur eftirspurningur eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Í fiski- og alivinnuni hevur somuleiðis verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og er tørvurin framvegis stórur. Í verandi løtu er lítið og einki arbeiðsloysi í Føroyum og tískil er torført at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til lønarglíðing, verða tálmaðir. Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping.

Trot á bústøðum er somuleiðis ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Treka útboðið av bústøðum er saman við stóra fólkavøkstrinum við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Skilagott er um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, so útboðið av bústøðum betri kann standa mát við eftirspurningin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

20 Leygardagur 04. september 2021

Toyota á ovastu rók síðsta mánað

Tað var Toyota sum var best umtókta bilmerkið í august. 24 bilar av japanska bilmerkinum fóru um diskin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

24 bilar av japanska slagnum Toyota fóru um diskin í augustmánað, og tað var harvið mest selda bilmerki í farna mánaði, vísa tølini frá Akstovuni.

Suðurkoransku merkini Hyundai og Kia liggja á einum deildum øðrum plássi við 16 bilum hvør. Amerikanska Ford, týska Volkswagen og svenska Volvo deilast um triðja plássi við 12 bilum hvør.

Samanlagt er Kia mest seldi bilur higartil í ár við 209 bilum. Toyota er næstmest seldi bilur við 193 bilum, og við 168 er Volkswagen triðmest seldi bilur.

Sølan av bilum er nakað hægri í ár enn hon var í fjør. Um hesa tíðina í fjør vóru 1.910 nýggj akfør skrásett, og hetta talið er í løtuni 1.995. Ein øking upp á 85 akfør og í prosentum er tað 4,45.

Mest seldu bilmerki í august 2021

1. Toyota (24 akfør)
2. Hyundai (16 akfør)
3. Kia (16 akfør)
4. Ford (12 akfør)
5. Volkswagen (12 akfør)
6. Volvo (12 akfør)
7. Mercedes-Benz (9 akfør)
8. Audi (8 akfør)
9. Renault (8 akfør)
10. Variant (8 akfør)

Mest seldu bilmerki í 2021

1. Kia (209 akfør)
2. Toyota (193 akfør)
3. Volkswagen (168 akfør)
4. Ford (149 akfør)
5. Hyundai (143 akfør)
6. Volvo (140 akfør)
7. Mercedes-Benz (94 akfør)
8. Renault (93 akfør)
9. Citroen (73 akfør)
10. Suzuki (69 akfør)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

21 Leygardagur 04. september 2021

Góðar 81 milliónir í avlopi fyrra hálvár

Lutfalsliga lækkandi útreiðslur, saman við inntøkum frá nógvum nýggjum kundum ger, at úrslitið hjá Betri Banka fyri fyrra hálvár 2021 er gott

(Mynd: Betri)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri Banki hevur havt tilgongd av nýggjum privat- og vinnukundum seinastu árini og góða gongdin heldur fram í 2021. Bankin hevur aftur í ár økt síni útlán til privat- og vinnukundar. Samstundis er eftirspurningurin eftir at gera íløgur í virðisbrøv søguliga høgur.

Tað er gleðiligt at síggja, at bankin hevur tilgongd um alt landið innan allar kundarbólkar, bæði privat og vinnu, ungum sum eldri, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Bankin hevur seinastu árini sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at tálma útreiðslum. Lutfalsliga lækkandi útreiðslur, saman við inntøkum frá nógvum nýggjum kundum ger, at úrslitið fyri fyrra hálvár 2021 er gott.

Tað er framvegis ókeypis at hava kontu í Betri Banka. Tað eru ongar ætlanir um at rokna negativa rentu av pensiónsuppsparingum, og markið á 400.000 krónum, fyri nær bankin roknar negativa rentu hjá privatkundum, er ikki broytt.

Vit fegnast um, at tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging í Betri Banka. At hetta er eydnast, samstundis sum bankin hevur ein nøktandi rakstur og kapitalviðurskifti, stendst av dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum, tilgongd av nýggjum kundum, og afturhald í útreiðslum, saman við einum samtakið, sum hevur víst bankanum neyðuga álitið at fáa styrkt kapitalgrundarlagið, við ikki at krevja stórvegis vinningsbýti úr bankanum, fyrr enn komandi framtíðar kapitalkrøv eru lokin, sigur Jean Djurhuus, forstjóri.

Stjórnin er samanumtikið væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2021 og væntar, at úrslitið fyri alt 2021 verður betri enn upprunaliga mett.

• Úrslit fyri skatt: 81,3 mio. krónur

• Útlán: 6,7 mia. krónur

• Innlán: 8,3 mia. krónur

• Kjarnukapitalprocent: 28,8%

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

22 Leygardagur 04. september 2021

Suðuroyar Sparikassi er sera væl fyri og í stórum vøkstri

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár í ár er 859.000 krónur hægri enn fyrra hálvár í fjør

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2021 er 1,42 milliónir krónur, sum er 859.000 krónur hægri enn fyrra hálvár 2020. Hetta er ein betring á umleið 150 prosent.

Eins og vónað, eru innlánini lækkað - úr 778 milliónum krónum í 721 milliónir krónur. Útlánini eru lækkað úr 567 milliónum fyrra hálvár 2020 niður í 538 milliónir krónur fyrra hálvár 2021. Samstundis eru realkredittlánini økt við 27,5 milliónum krónum.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er styrktur við 3,7 prosentstigum og er nú 21,4 prosent, meðan solvenstørvurin er 11,8 prosent. Lógarkravið í 2025 er 19,2 prosent, sum merkir, at Suðuroyar Sparikassi longu í dag lýkur komandi minstukrøvini.

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldførið og LCR var 30. juni 2021 746 prosent, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 539 prosent.

Korona hevur als ikki havt eins stórar avleiðingar, ið óttast var fyri, og hálvársúrslitið er ikki ávirkað neiligt av hesum. Úrslitið er gott, og harumframt er kurstapið í fjør áljóðandi -65.000 krónur, í ár vent til ein kursvinning á 63.000 krónur. Niðurskrivingarnar eru øktar, men í dag eru tær á einum meira vanligum støði og svara til 0,2 prosent av útlánunum, meðan tær í 2020 í stóran mun vóru ávirkaðar av koronu.

Samanumtikið hevur fyrra hálvár 2021 verið stak friðarligt, og alt hevur gingið sum ætlað. Suðuroyar Sparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2021 verður 1,9 milliónir krónur fyri skatt.

Tíðindaskriv frá Suðuroyar Sparikassa

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

23 Leygardagur 04. september 2021

Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum

Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti í heimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum.

Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað, orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er talið av skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina øking í stormskaðum.

Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi.

Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 menti Trygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Tryggingin er hin einasta av sínum slagi í Føroyum.

"Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðu lutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp, sigur Brian Smedemark," stjóri í Trygd.

Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera á einum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturin altíð er stórur.

Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har kappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda – serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar – ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslan væntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt.

Hálvársroknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú 86,5 mió. kr.
  • Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr.
  • Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6 % sama tíðarskeið í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

24 Leygardagur 04. september 2021

Heðin Poulsen nýggjur stjóri í føroysku deildini hjá MT Højgaard

Hann verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80 prosent av við ársbyrjan 2021

Heðin Poulsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

MT Højgaard International ynskir at leggja størri dent á sína støðu í Føroyum, og hevur í hesum sambandi sett Heðin Poulsen sum stjóra fyri føroysku deildina. Hann skal millum annað styrkja um umsitingarliga og bygnaðarliga partin av fyritøkuni og harvið tryggja langtíðar ætlanirnar.

Tað verður Heðin Poulsen, ið framyvir skal standa á odda fyri øllum føroyskum áhugamálum hjá MT Højgaard. Heðin verður eisini ein partur av nevndini hjá RTS, ið MT Højgaard keypti 80% av við ársbyrjan 2021.

MT Højgaard International leggur dent á, at Føroyar i nógv ár hava verið og framhaldandi eru ein umráðandi marknaður fyri fyritøkuna.

- Vit hava eina langa og stolta søgu á føroyska marknaðinum, ið hevur givið okkum eitt sterkt vitanarligt grundarlag at útinna øll størri lokal byggi- og verklagsarbeiðir, ið ger okkara fyritøku til serfrøðingar á økinum.

Við at styrkja um okkara støðu á føroyska marknaðinum, vísa vit á okkara langtíðar ætlanir í Føroyum, sigur fyrisitingarligi stjórin hjá MT Højgaard International, Jóannes Niclassen.

Sterkt tilknýti til føroyska marknaðin
Nýggi stjórin hevur eitt sterk tilknýti til føroysku byggivinnuna, Heðin er 53 ár og hevur drúgvar royndir í leiðslu og fyrisiting, bæði praktiskt og teoretiskt. Heðin hevur eina MBA útbúgving, og hevur hann drúgvar royndir frá vinnulívi og byggivirksemi.

Hann hevur áður verið sjálvstøðugur vinnuráðgevi og hevur somuleiðis royndir sum stjóri á H-DYGD, vinnuráðgevi í banka, stjóri hjá JT- Electric og deildarleiðari fyri framleiðsludeildina hjá Landsverk.

Langtíðar ætlanir
Heðin Poulsen er fúsur eftir at koma í gongd við nýggju ætlanunum hjá MT Højgaard fyri føroysku deildina.

- Eg gleði meg at koma í gongd og saman við einum sterkum toymi at gerast enn meira sjónligir í lokala umhvørvinum, og harvið styrkja okkara støðu í Føroyum, ið gongur eini sera spennadi tíð í møti við nógvum møguleikum.

MT Højgaard Føroyar og RTS Contractors eru partur av MTH International, og tað er brúk fyri teimum dygdum og kunnleikum til aðrar altjóða arbeiðstøkur, ið fyritøkan hevur nomið sær í Føroyum.

Tað merkir eisini, at tað verður roknað við, at enn fleiri fólk skulu setast framyvir bæði til innlendis og uttanlendis uppgávur.

- Vit ynskja helst at seta so nógv sum gjørligt av lokalari arbeiðsmegi, tó at tað helst eisini verður brúk fyri fólki uttanífrá, sigur Heðin Poulsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

25
Leygardagur 04. september 2021

Kendur trolari á Havnini

Polar Nataarnaq ver eftir útgerð frá Vónini, og skuldi gera ein royndartúr áðrenn kósin varð sett móti Grønlandi

Mynd: Kiran Jóanesarson
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Síðsta leygarmorgun stevndi grønlendski trolarin Polar Nataarnaq á Havnina, har teir komu eftir útgerð á veg til Grønlands.

Talan er ikki um ein ókendan trolara um okkara leiðir, tí rækjutrolarin er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1989. Upprunaliga fekk skipið navnið Ocean Castle.

Polar Nataarnaq hevur seinastu árini havt heimstað í Onglandi, og navnið Norma Mary. 

Rækjutrolarin hevur havt nøvnini Ocean Castle, Napoleon og Fríðborg, og varð síðan seldur av landinum í 2010. Tá ið skipið varð selt, bleiv tað eisini longt heili 13 metrar.

Fyrr í ár keypti grønlendska reiðaríið Polar Seafood trolaran, sum síðan fekk navnið Polar Nataarnaq, og skal avloysa ein minni trolara, sum sakk fyrr í ár.

Hóast talan er um ein rækjutrolara, so hevur Norma Mary, sum skipið hevur kallast seinastu 11 árini, fiskað botnfisk, men í samband við at Polar Seafood hevur keypt trolaran, hevur Polar Nataarnaq ligið í Frederikshavn seinastu tríggjar mánaðirnar, har skipið hevur fingið nýggja rækjuverksmiðju setta í.

Skipið hevur tó eisini eina toskaverksmiðju umborð, um skipið skal fiska botnfisk.

Ritivíkingurin Kristen Højgaard hevur verið víð í allari tilgongdini í samband við skipakeypið og umbygningina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021

26 Leygardagur 04. september 2021

Víðagitin vinnulívsmaður vitjaði løgmann

Vinnulívsmaðurin Helge Lund vitjaði í vikuni í Tinganesi. Hann er nevndarformaður í Novo Nordisk og BP umframt nevndarlimur í føroyska Tjaldur

Helge Lund, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Rúni M. Hansen (Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Helge Lund, sum í mong ár hevur verið kendur í altjóða vinnulívi, vitjaði løgmann í Tinganesi hósdagin.

Løgmaður og Helge Lund brúktu eina løtu at umrøða veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Helge Lund hevur sum nevndarformaður staðið á odda fyri strategisku ætlanunum hjá BP, “Net zero by 2050,” um hvussu felagið fer at umleggja sítt virksemi til grønar orkukeldur.

Løgmaður nýtti eisini høvið at takka fyri vælvild og gott samstarv við Novo Nordisk, har Helge Lund er nevndarformaður. Novo Nordisk Grunnurin hevur gjørt samstarvsavtalu við landsstýrið um eina komandi føroyska diabetesmiðstøð.

Umframt nevndarformanssessirnar í Novo Nordisk og BP er norski Helge Lund eisini nevndarlimur í føroyska vinnufelagnum Tjaldur. Hann er millum annað fyrrverandi stjóri í Statoil (í dag Equinor) og BG Group (British Gas). 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

27 Leygardagur 04. september 2021

Mærsk-stjóri bankaði uppá í Tinganesi

Stjórin í Mærsk Supply Service á kurteisisvitjan hjá løgmanni og vinnuráðharra – og við onkrum góðum í viðførinum

Mærsk vitjan í Tinganesi. Fv. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Steen S. Karstensen, stjóri í Mærsk Supply Service og Kjartan Mohr, kapteynur hjá Mærsk (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er ikki á hvørjum degi, at oddafólk í víðagitna danska AP Møller samtakinum vitja í Føroyum. Men tað hendi so kortini nú um dagarnar, tá stjórin í eini av fyritøkunum í samtakinum, Steen Karstensen frá Mærsk Supply Service, fekk høvi at støkka inn á gólvið hjá ongum minni enn løgmanni, Bárði á Steig Nielsen og nýggja landsstýrismanninum við vinnumálum, Magnus Rasmussen.

Hetta mundi eisini vera ein tann fyrsta útlendska vitjanin hjá honum, nú hann varð settur í henda týðandi sessin í landsstýrinum fyri stuttum.

[object Object]Ein vælupplagdur og nýkjósaður landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum vísir  Mærsk stjóra røttu kósina til sjálvt hjartað í Tinganesi (Mynd Jan Müller)

[object Object]

Ørindini hjá danska sjóvinnustjóranum í Tinganesi vóru fyrst og fremst at siga tøkk fyri tað sera góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og føroyskar sjómenn gjøgnum mong mong ár. Hetta var eisini hansara fyrsta vitjan her.

Men umframt hesa, um man vil, kurteisisvitjan á landsins hægsta stað, so varð Mærskstjórin ikki tómhentur heldur. Hann hevði okkurt gott í viðførinum eisini. Hóast ikki nakað heilt ítøkiligt at føla uppá, so var hetta kortini ein góðbiti til Føroyar og føroyingar.

Boðini vóru rætt og slætt, at dyrnar standa nú aftur opnar hjá føroyingum at søkja størv hjá Mærsk Supply Service. Boð eru rætt og slætt eftir nógv eftirspurdu og royndu føroysku arbeiðsmegini.

Hóast føroyingar í mong ártíggu hava tænt hjá hesi frægu donsku fyritøkuni, so settu fyrst lækkandi oljuprísurin og eftir tað korona kíla í. Bráddliga vóru føroyingar eins og onnur noyddir til at finna sær arbeiði aðrastaðni, tó at nógvir teirra kortini framhaldandi vóru til arbeiðis hjá fyritøkuni.

Men nú tað eftir øllum at døma er við at lýsna í eftir prísfall og korona, so gongur tað rætta vegin aftur eisini hjá fyritøku sum Mærsk Supply Service. Og nú mong av skipunum aftur hava fingið uppgávur, skulu tey mannast aftur, og her ikki minst við føroyingum.

Steen Karstensen, stjóri, sigur við Oljuportalin, at hann fyrst og fremst er komin til Føroya fyri at takka teimum mongu føroyingunum, sum hava gjørt eitt so gott arbeiði hjá fyritøkuni. Og harnæst er hann eisini komin við boðunum um, at føroyingar eru vælkomnir at leita upp størv hjá fyritøkuni.

Hetta var sjálvandi góður musikkur í oyrunum hjá løgmanni og vinnuráðharranum, sum báðir fegnast um møguleikarnar hjá føroyskum sjómonnum at kunna manna skip á heimsins høvum.

[object Object]

Teir 18 føroyingarnir, sum allir manna skip hjá Mærsk Supply Service og sum eru heima í løtuni. Tilsamans eru í dag meira enn 40 føroyingar við skipum hjá danska reiðaríinum. Her eru teir stæddir í kirkjuni í Kirkjubø (Mynd Kjartan Mohr)

Tað er greitt, at eitt sera stórt tal av føroyingum í dag manna útlendsk skip av øllum hugsandi slag og her ikki minst skip, sum hava tilknýti til olju- og gassvinnuna. Tað finnast eftir øllum at døma eingi skrásett tøl yvir, hvussu nógvir hesir eru í tali, men tøl millum 1000 og 1500 hava verið frammi. Men møguliga er talið minni. Hinvegin er greitt, at hesi størvini hava alstóran týdning fyri ikki bert tær einstøku familjurnar í Føroyum men fyri føroyska búskapin sum heild. Tí eru tað eisini góð tíðindi at fáa, at boð eru eftir føroyingum at manna skip í eitt nú danska flotanum. 

Eftir at hava vitjað í Tinganesi legði Mærskstjórin saman við 18 føroyingum, sum í løtuni arbeiða hjá Mærsk Supply og teirra konum leiðina til Kirkjubøar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021

28 Leygardagur 04. september 2021

Útnorðurráðið: - Gott at hittast aftur

Samstarvið millum tingini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi hevur havt ársfund í Vági

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Útnorðurráðið hevur í vikuni hildið sín ársfund í Suðuroy.

Útnorðurráðið er eitt ráð av fólkavaldum fólkavaldum. Ráðið er mannað av seks limum úr tjóðartingunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Umframt limirnar, luttók Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum eisini á fundinum, og ráðslimirnir høvdu møguleika at kjakast við føroyska landsstýrismannin um týdningarmikil evni, skrivar útnorðurráðið í tíðindaskrivi.

Eftir at Hendrik Old hevur røkt uppgávuna sum formaður fyri ráðið hetta seinasta árið, verður tað nú grønlendingurin Siverth K. Heilmann, sum verður formaður. Hann sigur soleiðis í tíðindaskrivinum.

- Tað er av avgerandi týdningi fyri samstarvið í útnorði, at vit endiliga kundu hittast aftur fyriskt eftir koronafarsóttina. Hóast ráðið hevur varðveitt virksemi sítt við fundum á netinu, er tað týdningarmikið fyri politiska samstarvið millum grønlendska Inatsisartut, íslendska Altingið og føroyska Løgtingið, at politikararnir kunnu hittast og tingast um mál av týdningi fyri hesi trý londini.

Á ársfundinum vórðu tvey tilmæli samtykt. Tað fyrsta heitir á ráðharrarnar við umhvørvis- og veðurlagsmálum um at økja samstarvið landanna millum. Í hinari samtyktini heitir Útnorðurráðið á stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum um at styrkja samstarvið um at skipa og menna fjarundirvísing í Útnorði.

[object Object]
Formansskapurin í Útnorðrráðnum komandi árið. Frá vinstru Edva Jacobsen, annar næstformaður, Siverth K. Heilmann, formaður, og Guðjón S. Brjánsson, fyrsti næstformaður 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

29 Leygardagur 04. september 2021

Settu tíggju stólar upp á Tinghúsvøllinum - til flóttafólk

Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung skipaðu hósdagin fyri mótmælistiltaki. Tey halda, at Føroyar eiga at taka ímóti tíggju flóttafólkum, og stólarnar ímynda júst tað

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

“Løgmaður sigur, vit eru ein pinkutjóð – men her er ríkiligt av plássi!”, stóð á tí eina skeltinum, sum Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung vístu fram á Tinghúsvøllinum.

Eisini høvdu tey sett tíggju stólar upp, sum skuldu ímynda tey umleið tíggju flóttafólkini, sum mett verður at Føroyar eiga at taka ímóti.

- Hugsa tær, at Føroyar tóku ímóti 10 flóttum. Hugsa tær, at vit hjálptu 10 fólkum til tryggleika. Hugsa tær, at vit bjargaðu teimum frá kríggi, taliban og kúgan. Vit fáa ikki bjargað øllum, men vit kunnu saktans gera okkara part. Alt ger mun, serliga fyri tey, vit hjálpa, siga fyriskipararnir.

Unga Tjóðveldið hevur tikið myndirnar niðanfyri:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

30 Leygardagur 04. september 2021

Nýggjar reglur fyri at innflyta og ferðast við hundum og kettum

Frá 1. oktober verða krøvini fyri at ferðast við hundi ella kettu herd

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá 1. oktober verða reglurnar fyri at innflyta og ferðast við hundum og kettum broyttar.

Hetta hevur m.a. við sær, at krøvini fyri at ferðast við hundi ella kettu úr Føroyum verða herd. M.a. skal søkjast um ferðaloyvi, og djórið skal kannast og viðgerast hjá djóralækna í ferðalandinum, áðrenn heimferðin aftur til Føroya byrjar.

Fyri at ferðast til Føroya við hundum ella kettum, skal ein søkja um innflutningsloyvi. Lond verða nú flokkaði í A, B, og onnur lond, og eru ymisk krøv fyri at innflyta djór úr ymsu flokkunum.

Ásetingarnar í nýggju kunngerðini um at innflyta og ferðast við hundum og kettum gera, at vit eisini framyvir varðveita ta góðu djórasjúkustøðu, sum vit eru so heppin at hava í Føroyum. Til frama fyri allar føroyskar hundar og kettur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Les meira um nýggju reglurnar her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

31 Leygardagur 04. september 2021

IRF: Níggju tons av glasi send av landinum til endurvinning

Fyri einum ári síðani varð byrjað at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og higartil hevur tað gingið væl, sigur IRF, sum kemur við einari áminning um at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri einum ári síðani byrjaði IRF at savna glas inn frá húsarhaldum til endurvinning, og innsavningin, sum hevur verið á flestu bingjuplássum kring landið, hevur gingið væl, og eru higartil góð níggju tons send av landinum til endurvinning, skrivar IRF í tíðindaskrivi.

– Tað er skilagott at skilja glas frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, tí glas kann endurvinnast umaftur og umaftur, uttan at góðskan á tilfarinum versnar. Tískil er glas eitt sera virðismikið tilfeingi, tá hugsað verður um ringbúskap, skrivar IRF.

Eisini verður víst á, at glasendurvinning betrar um arbeiðsumhvørvið hjá innsavnarum, tí glas fyllir og vigar nógv, og harafturat minkar tað um vandan at skera seg av brotnum glasi, sum liggur leyst í gráa posanum.

Umhvørvisliga loysir tað seg at endurvinna glas, tí at framleiða vørur úr endurvunnum glasi er ikki eins orkukrevjandi, sum at framleiða glas úr nýggjum rávørum. Við glasendurvinning er ikki neyðugt at framleiða nýtt glas, og útvinning av rávørum og útlát av vakstrarhúsgassum minkar, skrivar IRF.

IRF hevur gjørt eina vegleiðing til glasendurvinning:

Hvat glas kann latast til endurvinning?

  • Glaskrukkur
  • Drekkigløs
  • Glasfløskur (tær, sum ikki kunnu latast inn í pantskipan)

Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni. Tað er ikki er neyðugt at vaska glasið við sápu. Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Nýmótans skiljiskipanir skilja millum klárt og litað glas, og tí kann bæði klárt og litað glas vera latið í sama ílat. Best er, um glasið er so lítið brotið sum møguligt.

Hvat kann ikki latast til glasendurvinning?

  • Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
  • Keramikkur (t.d. urtapottar)
  • Eldføst føt
  • Grýtulok úr glasi
  • Ljósperur
  • Spegl
  • Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
  • Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

32 Leygardagur 04. september 2021

Framhaldandi fólkavøkstur á Tvøroyri

Seinasta árið er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30 – síðan januar 2020 er fólkatalið vaksið við 59, og fegnast kommunan um, at ein stórur partur av teimum eru barnafamiljur

(Mynd: TVøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjakvøldið 27. august varð enn einaferð skipað fyri tilflytarakvøldi í Tvøroyrar kommunu í skúlahøllini í høllini í Trongisvági.

Siðvenja er í Tvøroyrar kommunu, at nýggir borgarar verða boðnir til eitt hugnakvøld, borgarstjórin og varaborgarstjórin heilsa uppá, røða verður hildin, og gávur verða handaðar. Kommunan bjóðar kaffi, te og afturvið, og eisini er okkurt til børnini. Kantinan, v. Anitu Farstad, stóð fyri hesum partinum fríggjakvøldið, og Uni Debess, ið eisini er búsitandi á Tvøroyri, spældi nøkur løg.

– Hóast vit høvdu tvey tílík tiltøk í mars, só vóru heili 27 fólk boðin við til løtuna fríggjakvøldið. Til felags hava hesi, at tey antin eru fødd seinasta árið, ella eru flutt til kommununa og hava ikki búð her áður. Tey nýføddu fingu eina heilsan frá borgarstjóranum, saman við ævintýrunum hjá H.C. Andersen og eina konfekteskju. Hini fingu gávukort til onkra av matstovunum í býnum og eina konfekteskju frá dugnaligu Mariann Mikkjalsdóttir í Trongisvági, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

– Kvøldið eydnaðist sera væl, hóast øll tey innbodnu ikki kundu vera við. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, handaði, vegna Tvøroyrar kommunu, gávurnar og helt eisini eina røðu.

Ætlanin er at halda fram við tilflytarakvøldunum við jøvnum millumbilum, og fólkavøksturin á staðnum er at fegnast um, sigur kommunan. Tey merkja væl øktan áhuga frá fólki, sum ynskja at flyta til Tvøroyrar.

Seinastu 12 mánaðirnir er fólkatalið í Tvøroyrar kommunu vaksið við 30.

Samanborið við 1. januar 2020 eru 59 fleiri borgarar á Tvøroyri í dag, og stórur partur av hesum eru barnafamiljur.

Í kommununi eru, sambært hagtølunum, 24 børn undir eitt ár. Nøkur teirra eru flutt hartil, men meginparturin – 22 – eru fødd av borgarum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnir, og er hetta væl yvir miðal barnsburðartalið.

Í dag er fólkatalið í kommununi 1.766, sambært Landsfólkayvirlitinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

33 Leygardagur 04. september 2021

Ottar – enn ein øl frá Biskupskeldu

Ottar, ið hevur 5,8 prosent í styrki, er ein myrk gulløl við einum ísletti av appelsin og sitrus, kryddað við pipar og anis – hetta er triðja ølin frá Biskupskeldu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggjasta ølin hjá bryggjarínum Biskupskeldu í Vági at fara á hillarnar í Rúsuni er ølin Ottar. Ottar er ein myrk gulløl við einum ísletti av appelsin og sitrus, kryddað við pipar og anis. Ottar er 5,8 prosent í styrki.

Navnið Ottar
Í teirri katólsku tíðini búðu suðuroyarprestarnir eitt skifti suðuri í Vági. Um ein av hesum katólsku prestum, bróður Ottar, er ein stutt frásøgn.

Ottar búði í býlinginum í Smillum í Vági og var tí kallaður Smillaguttin. Óargakroppur var hann, og út av lagi natin. Hann sendi húskallar sínar út at stjala seyð, meðan hann helt messu í kirkjuni fyri sóknarfólki sínum. Ikki mundi messan vera av teim stytstu, tá ið so bar á.

"Hetta tolir ikki ryggur Ottars!" er havt til orðtaks enn í Suðuroy, tá ið ein fer undir eina byrði, sum hann heldur seg valla vera føran fyri. — Ottar fýltist á fuglin, sum hann fekk í part úr fuglabjørgunum í Vági; hann helt seg vera órættaðan og ikki fáa tað, hann átti. Hann fór tí til fugla sjálvur ein dagin, og seig niður í Ottarstorvu, sum so er nevnd eftir honum. Húskallurin var dráttarmaður hjá honum. Ottar fekk ógvuliga nógv av lunda, bant upp á seg bæði aftan og framman, tvey so nógv sum tað, ið hann átti av rættum, og bað so húskallin draga upp. Ovbyrjaður var hann og óføra tungur at draga, men húskallurin dró tó menniliga í fyrstuni. Tá ið prestur var komin nakað upp í bergið, fekk hann mein í ryggin av hesari ógvuligu byrði og rópaði: "Hetta tolir ikki ryggur Ottars!" Húskallurin, sum var hildin at vera av sterkastu monnum í Suðuroy um tað leitið, var deyðlúgvaður eftir einari løtu og rópaði: "Eg sleppi!" Ottar svaraði: "Sleppir tú, skal tað vera tær dýrgoldin sleppa." Húskallurin slepti línuni, og Ottar fór beint í sjógvin og doyði.

Ottar er triðja ølin hjá Biskupskeldu, sum fer á hillarnar í Rúsuni. Biskupskelda selur harumframt aðrar øl út frá egnari goymslu í Vági.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

34 Leygardagur 04. september 2021

Arbeiðið ávirkar miðbýarferðsluna í tveir mánaðir

Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum skal knýtast uppí høvuðsfjarhitaleiðingina. Hetta fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum til fyrst í november

(Mynd: Fjarhitafelagið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skjøtil varð í vikuni settur á arbeiðið at knýta fjarhitaleiðingina í Vesturbýnum í Havn upp í fjarhitaleiðingina, sum fyri tveimum árum síðani var løgd oman til Finsen. Grevsturin fer at ávirka ferðsluna í miðbýnum í umleið tveir mánaðir.

Fjarhitaleiðingin í Vesturbýnum verður nú bundin í fjarhitaleiðingina, sum fyri umleið trimum árum síðani var løgd ígjøgnum Gundadal og víðari oman til Finsen. Arbeiðið í miðbýnum fer fram í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu á strekkinum ímillum Tróndargøtu og Dalavegin, og tað ávirkar ferðsluna á teininum millum Steinatún og Dalavegin.

[object Object](Mynd: Fjarhitafelagið)

- Hetta arbeiðið, sum vónandi verður liðugt fyrst í november, er ein liður í at knýta fjarhitan í  Vesturbýnum upp í høvuðsfjarhitaleiðingina, sum gongur av Sundi oman í miðbýin, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, frá.

Í Vesturbýnum eru m.a. Skúlaheimið, Glasir, SEV og nýggju íbúðarbygningarnir á Landavegnum bundin í fjarhitan. Í Gundadali, á Hálsi og í miðbýnum er talan m.a. um Tórsvøll, SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Hilton, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina, sum hava valt at brúka fjarhita. 

- Tað er altíð eitt umfatandi vegarbeiði, tá vit leggja fjarhitaleiðingar. Slíkt arbeiði ávirkar ferðsluna í stóran mun, men vit royna at gera skjótt av og vóna, at fólk bera yvir við okkum og síggja eitt virði í, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum meira grøna orku, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

35 Leygardagur 04. september 2021

Sigrid Arge verið í tannrøktini í nærum 40 ár

Í síðstu viku var fráfaringarløta fyri Sigrid Arge, sum gevst sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag var fráfaringarløta fyri Sigrid Arge, sum 31. august fer frá sum tannlæknastjóri í Tórshavnar kommunu eftir 25 ár.

Áðrenn hon tók við sum tannlæknastjóri í 1996, hevði hon starvast sum tannlækni í 14 ár, og sostatt hevur Sigrid starvast í kommunalu barnatanntøktini í samfull 39 ár.

Hetta er bert aðru ferð í drúgvu tannlæknasøguni hjá kommununi, at ein tannlæknastjóri fer frá. Fyrsti tannlæknastjórin var Erling Simonsen, og 1. september verður Sigrid Arge avlýst av Unn Jakobsen.

Eftir at borgarstjórin hevði takkað Sigrid fyri trúgva og drúgva tænastu, handaði hann henni blómur og gávu frá kommununi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

36 Leygardagur 04. september 2021

Nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík

37 ára gamli Markus Hvannastein hevur seinastu tvey árini starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik

Markus hevur sín fyrsta arbeiðsdag á Klaksvíkar barnatannrøkt í dag (Mynd: Klaksvíkar kommunu)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Markus Hvannastein er nýggjur leiðari fyri barnatannrøktina í Klaksvík, og hevur hann sín fyrsta arbeiðsdag í dag. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Markus er 37 ára gamal og hevur tikið tannlæknaprógv frá Københavns Tandlægeskole í 2012. Markus er ættaður av Viðareiði og er búsitandi í Klaksvík.

Seinastu tvey árini hevur Markus starvast sum tannlækni hjá Tannspenn í Klaksvik, umframt at hann hevur royndir innan barnatannrøkt frá Tannhald í Leirvík og eisini frá Tasiilaq Tandklinik í Grønlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

37 Leygardagur 04. september 2021

Fía Lindenskov nýggjur integratiónssamskipari í høvuðsstaðnum

Tilflytarar skulu skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Fía Lindenskov og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna hevur sett Fíu Lindenskov í starvið sum integratiónssamskipari. Hesum boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Farnu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við integratión á ymsum mótum. Kommunan vil virka fyri, at tilflytarar skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum.

Partur av uppgávuni hjá integratiónssamskiparanum verður, saman við politisku skipanini, at seta kós og standa fyri integratiónsátøkum, sum venda sær til einstaka tilflytaran og tilflytarar sum heild, og til kommunalu virkisøkini við tí máli, at menna góða integratión.

Fía Lindenskov er kandidatur í fólkaheilsufrøði og hevur harumframt akademiútbúgving sum verkætlanarleiðari. Hon hevur farnu árini starvast sum kveikjari í ALS, har hon serliga hevur fingist við kunning, ráðgeving og menningartilgongdir eins og at hon hevur royndir at samskipa og samstarva við ymsar partar innan integratión.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

38 Leygardagur 04. september 2021

Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu

Hon er 50 ára gomul, er búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. Jónhild Abrahamsen bryjar í starvinum 1. oktober

Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum (Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi herfyri at seta Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu. Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Um nýggja sosialdeildarleiðaran skrivar fuglafjordur.fo, at Jónhild Abrahamsen er 50 ára gomul, búsitandi í Fuglafirði, og er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. Jónhild Abrahamsen hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki í serliga donskum kommunum.

Jónhild Abrahamsen byrjar í starvinum sum sosialdeildarleiðari um ein mánað, tann 1. oktober 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

39 Leygardagur 04. september 2021

Hevur starvast á Ellisheiminum í hálva øld

Hátíðarhald var í vikuni í samband við 50 ára starvsdagin hjá Dorrit Nolsøe

Dorrit Nolsøe og Heðin Mortensen (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hátíðarhald var á Ellisheiminum í Havn mikudagin 1. september, nú Dorrit Nolsøe hevur starvast á stovninum í hálva øld.

- Tað er ikki so langtsíðan, at eg eg hevði ta æru at handa Dorrit “dronningens fortjenstmedalje” fyri trúgva tænastu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í røðu síni fyri Dorrit.

Dorrit byrjaði sum “genta” á Ellisheiminum 1. august 1971, og hevur hingið við. Fyrstu árini hevði hon kamar á Ellisheiminum og búði har til 1978, so man kann róliga siga, at tað at arbeiða á Ellisheiminum samtvinnaði bæði arbeiðs- og privatlív, nevndi borgarstjórin millum annað, áðrenn hann handaði blómur og gávur frá Tórshavnar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

40 Leygardagur 04. september 2021

Nýtt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík

Síðsta vikuskiftið varð Neystið sett upp við bátabrúgvarnar. Stigtakari er Hjaltur Poulsen. Talan er um eitt stað har til ber at selja føroyska matframleiðslu

"Neystið" er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ymiskar royndir hava verið við bátabrúgvarnar, har smáu smátturnar hjá kommununi hava verið karmur um sølu av millum annað turrum kjøti, kjøtpylsu, rullupylsu, røstum seyðarhøvdum, blóðpylsu, garnatálg og rabarbusúltutoy. 

Atli S. Justinussen, formaður í havnanevndini, sigur, at Klaksvíkar kommuna arbeiðir við at menna umstøðurnar til hetta endamálið, men at enn er ikki endaliga komið á mál.

- Tá ið privat fólk hava áræði og hugskot, so hevur tað týdning at kommunan spælir við. Tí hava vit givið loyvið at seta Neystið upp. Kommunan letur lendið, streym og vatn, men samskipan og myndugleikaloyvir tekur stigtakarin sær av.

[object Object]

Hjaltur Poulsen og sonurin Pol Eydfinn hava seinastu tvær vikurnar dagarnar bygt Neystið, sum millum annað er bygt úr tilfari frá gomlu bátabrúgvunum og við góðari hjálp frá fyritøkuni TTS. Teir báðir siga við heimasíðuna hjá kommunua, at Neystið er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

41 Leygardagur 04. september 2021

Tónar taka skap: Nýggj framsýning við Heiðriki á Heygum

Fríggjadagin 3. september lat framsýningin “Tónar taka skap” upp á Listasavni Føroya, har til ber at fáa innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 3. september latr framsýningin “Tónar taka skap” upp á Listasavni Føroya.

Har ber til at fáa innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuell úttrykk hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin.
Í fleiri ár hevur Heiðrik arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir Heiðrik úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Til framsýningina eru vald út átta sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Hyggur tú væl eftir, varnast tú kanska tilsipingar til bæði føroysk og heimskend listaverk í sjónbandaløgunum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

42 Leygardagur 04. september 2021

LGBT heiðraði B36-kvinnunum

Kvinnurnar hjá B36 fingu LGBT+ heiðurslønina fyri 2021 fyri avgerðina at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband

Annlis Bjarkhamar frá LGBT Føroyum og Olga Kristina Hansen, liðskipari hjá B36 (Mynd: LGBT Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin hevði LGBT+ Føroyar aðalfund og veitslu. Vanligt er á pridini, at heiðra tey sum á onkran hátt hava givið eitt eyka íkast til stríði fyri javnrætti og ymiskleika í Føroyum. Í ár var ongin pride og tí vóru heiðurslønirnar handaðar á veitsluni leygarkvøldið.

Og tað vóru kvinnurnar hjá B36 fingu LGBT+ heiðurslønina fyri 2021.

Grundgevingin fyri at lata henda heiður til B36 kvinnurnar er henda:

”Hendan heiðursløn verður latin B36 kvinnum fyri við kappingarbyrjan at hava tikið avgerð um at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband. Olga Kristina Hansen, liðskipari, hevur í fjølmiðlunum greitt væl frá, hví tit tóku hesa støðu. Hóast boð komu frá FSF um, at ikki var loyvt at spæla við ælabogalitta liðskiparabandinum, so stóðu tit stinnar og hildu fast í tykkara avgerð. Tí fyri tykkum snúði tað seg um at virða øll menniskju.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tit eru fyrimyndir, og vit takka tykkum av hjarta fyri, at tit gera fótbóltin rúmligan, og soleiðis vísa á, at fótbólturin skal vera eitt stað, har øll skulu kenna seg væl og trygg.

Vit hava í ár sæð fleiri fótbóltsfeløg vísa sín stuðul í stríðnum móti mismuni, vit hava sæð fótbóltsspælarar í øllum aldri, hondbóltslandsliðið hjá monnum, kappróðrabátar, dómarar o.o bera ælabogalitt liðskipararbond, lissur ella sveittabond. Vit takka øllum, sum vísa lit, tí tað er bert við at taka støðu, at vit veruliga kunnu forða fyri, at munur verður gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella kynsliga sannføring.

Tit – B36 kvinnur – tóku støðu, tit vardu hesa støðu og stóðu fast við hana. Tað vísir styrki og dirvi og ein hugburð, sum bæði tænir fótbóltinum og samfelagnum”

Saman við heiðursbrævinum fingu allar á liðnum plakatina, sum Heiðrikur Á Heygum gjørdi í sambandi við 10 ára stovningardagin hjá LGBT+ Føroyar og eitt ælabogalitt sveittaband.

Olga Kristina Hansen, liðskipari, takkaði vegna allar á liðnum og segði at tær ætlaðu at halda áfram á sama hátt og við góðum treysti.

[object Object]Ein partur av B36-liðnum (Mynd: LGBT Føroyar)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

43 Leygardagur 04. september 2021

Olaf Johannessen við í nýggjari Viaplay-røð

Olaf Johannessen hevur ein av høvuðsleiklutunum í nýggju sesongini av spenningsrøðini "Forhøret", sum er komin út á Viaplay

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið kom nýggja sesongin av donsku spenningsrøðini "Forhøret" út á Viaplay, og har er føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen at finna í einum av høvuðsleiklutunum.

Røðin, sum kom út í 2019, snýr seg um løgreglumannin Bjørn Rasmussen, sum skal kanna eitt mál um eina unga kvinnu, sum sær út til at hava gjørt sjálvmorð. Tá hann finnur útav, at kvinnan er dóttir hansara, noktar hann at góðtaka, at hon tók lívið av sær sjálvari, og setur hann sær fyri at finna fram til, hvat veruliga er hent.

Í høvuðsleiklutinum sum Bjørn er Ulrich Thomsen, sum eisini hevur høvuðsleiklutin sum journalisturin Hannis Martinsson í føroysku krimirøðini "Trom", sum eisini verður at síggja á Viaplay komandi ár.

Aðrir leikarar eru Trine Dyrholm, Dar Salim, Pernilla August, Danica Curcic, Fanny Bornedal, og Søren Malling.

Í sesong tvey eru fýra vikur farnar síðan endan av sesong eitt. Her fylgja vit konu Bjørn, Susanne (Trine Dyrholm), sum fer aftur til arbeiðis sum sálarfrøðingur. Har avdúkar ein klientur, sum er undir hypnosu (Olaf Johannessen), at hann hevur dripið fleiri ungar kvinnur fyri pengar, og at hann fer at drepa enn eina kvinnu. Susanne setur sær fyri at forða honum í at drepa fleiri ósekar kvinnur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

44 Leygardagur 04. september 2021

Deiggj hátíðarheldur 40 ára stovningardag í SALT

Stór konsert verður í kvøld eftir landsdystin móti Danmark

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í kvøld klokkan 22 verður stór konsert við bólkinum Deiggj í SALT á Drelnesi. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin av Tvøroyri spælir í stásiligu lokalu konserthøllini, og tað verður í sambandi við, at bólkurin hátíðarheldur, at 40 ár eru liðin síðan bólkurin varð settur á stovn.

Á heysti í 1981 varð ein nýggjur tónleikabólkur, nevndur Deiggj settur á stovn á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú 40 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru teir somu, sum tá, og hinir báðir upprunalimirnir hava enn eitt gott samband við bólkin.

Teir feskastu deiggjarnir hava a spælt í ávikavist 21 og 12 ár við Deiggj. Deiggj hevur øll hesi 40 árini verið ein sera virkin bólkur og hevur eisini havt samstarv við nógvar ymiskar tónleikarar gjøgnum árini, bæði føroyskar og útlendskar.

Millum kendu útlendsku tónleikarnir, ið hava spælt við Deiggj, eru fyrrverandi limirnir í Uriah Heep John Lawton, sum andaðist í juni í ár, og Paul Newton, fyrrverandi bassleikari í Uriah Heep.

Nýggj LP á veg
Í sambandi við føðingardagin hjá Deiggj verður arbeitt við nýggjum upptøkum av nýggjum føroyskum tilfari. Talan er um eitt samlað verk við 9 løgum, sum eru tikin upp í Studio Block í Tórshavn og hjá Bakkastudio á Tvøroyri og heima hjá Deiggj.

Samstundis verða gjørdar videoupptøkur frá studioupptøkunum. Hesar skulu m.a. brúkast til at gera videoløg og møguliga ein dokumentarfilm av bólkinum.

Umframt føstu limirnir í Deiggj, verða eisini fleiri gestasangarar og tónleikarar við á konsertini. Millum annað fer Guðrun Sólja at syngja ein nýggjan umhvørvissang. Hesin kallast Hví grætur tú.

Seinast Deiggj góvu út eina LP var í 1985. Talan er um LP´ina Stormávaring, sum enn javnan er at hoyra í útvarpinum. Umframt hetta, hevur bólkurin havt einstøk løg við á øðrum útgávum, eitt nú á Amnesty Tónum, Vælskabt brek, TB 100 ár, Útvarpsfløguni Sov blítt og FUT Live úr Fuglafirði.

Føstu Limirnir ídag eru Pætur Mohr Dam (tangentar), Sverri Heinesen (bassgittar), Páll Holm Lave (gittar og kór), Rani H. Christiansen (trummur), Dennis Lave (sang) og Fróði T. Vestergaard (sang, keyboard og gittar).

Spæla bæði í Føroyum og uttanlands
Deiggj hava seinastu árini spælt nógv uttanlands, men kunnu onkuntíð upplivast í Føroyum. Limirnir í bólkinum dáma væl at venja saman og onkuntíð verður farið út úr venjingarhølinum.

Í 2007 fingur deiggjarnar gott samband við John Lawton, sála, og hevur hetta ført við sær at bólkurin hevur spælt í Finnlandi, Spania, Danmark, Íslandi, Belgia og Týsklandi.

Ein av stóru dreymunum hjá Deiggj hevur altíð verið at sleppa at gera ein ordiliga konsert í stáligu SALT hølunum. Hesini dreymurin verður nú endaliga til veruleika.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

45 Leygardagur 04. september 2021

Listarligur vísindafilmur í Kongshøll á mentanarnáttini

Mentanarnáttin verður komandifríggjadagin, og tá verður vísindafilmurin "Almost Human" vístur í Kongshøll við fororðum frá granskarum á Setrinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 10. september dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Á skránni eru tvær sýningar av filminum, “Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”.

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.

Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk, og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH:DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum.

- Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja “Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet.

Sýningarnar í Kongshøll verða 10. september klokkan 17 og aftur klokkan 19, og føroysk vísindafólk frá Søgu- og samfelagsdeildini fara at hava stutta innleiðslu undan sýningunum.

Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, hugleiðir undan sýningini klokkan 17, og Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur innleiðsluna undan sýningini klokkan 19.

Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

46 Leygardagur 04. september 2021

ABBA við nýggjari útgávu

Svenski poppbólkurin gevur tíggju nýggj løg út

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Svenski poppbólkurin gevur út nýggja útgávu fyri fyrstu ferð síðani 1982.

Tað var á einum tíðindafundi hóskvøldið, at bólkurin kunngjørdi, at tey fýra fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár, geva út nýggj løg.

[object Object]

Talan er um tíggju løg á útgávuni sum hevur fingið heitið “Voyage”.

Bólkurin hevur kunngjørt, at tað verður ein hologramm-konsert í London, og hetta verður á einum serbygdum palli.

Tvey løg av nýggju útgávuni er komið á Youtube annað liggur herundir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

47 Leygardagur 04. september 2021

Forlagið Torgard fer í søguna

Seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard hjá Hugin Eide, ið m.a. gevur út føroyskan skaldskap á donskum, givið út fleiri enn 70 útgávur, men 1. september yvirtók forlagið Vild Maskine alt virksemið

(Mynd: Forlaget Torgard)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Forlagið Torgard er nú fatið í søguna. 1. september varð virksemið hjá forlagnum nevniliga yvirtikið av forlagnum Vilde Maskiner, boðar ritstjórin, Hugin Eide frá.

Í 2008 stovnaði Hugin Eide forlagið við tí endamáli at útgeva danskar umsetingar av føroyskum skaldskapi. Síðani er virksemið víðkað til eisini at fevna um umsetingar av skaldskapi á øðrum málum, og seinastu 13 árini hevur forlagið Torgard givið út fleiri enn 70 útgávur.

Umframt umsetingar av føroyskum skaldskapi hevur forlagið givið út umsetingar av fleiri bókum úr Íslandi, Svøríki, Noregi, og Kekkia, umframt nýggjar danskar útgávur.

Orsøkin til, at Vild Maskine yvirtekur Torgard er, at seinastu árini hevur verið ringt at finna tíð og orku at reka forlagið, og er tað ikki longur haldbært at reka tað sum eitt einmanns-frítíðarforlag. Tí hevur Hugin Eide gjørt avtalu við Mads Heinesen og Rebekka Gertz Andersson á Vild Maskine um yvirtøku av øllum virkseminum – bæði gamlar útgávur og allar núverandi avtalurnar. Sostatt verða útgávurnar hjá forlagnum Torgard framvegis á marknaðinum.

Hugin Eidi fer eisini at arbeiða fyri Vild Maskine sum m.a. umsetari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

48 Leygardagur 04. september 2021

Ranvør Isholm gevur út nýggja barnabók

Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein álvaheyggj

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út nýggja barnabók eftir Ranvør Isholm.

Bókin "Hilda og Monsi" snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Og ein dagin hvørvur Monsi inn í ein álvaheyggj.

Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið 3-5 ár. Bókin er innbundin og er 28 síður. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni.

Um bókina
Ein morgun fortelur pápi Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi – hon má verja hann fyri álvagentunum.[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

49 Leygardagur 04. september 2021

Nýggj barnabíblia frá Leirkerinum

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus"

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum "Søgubíblian um Jesus".

Bókin er 352 síður og innbundin. Arni Zachariassen hevur týtt bókina til føroyskt, og fæst hon nú til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.

Leirkerið sigur soleiðis um nýggju barnabíbliuna:

– Søgubíblian sigur søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.

[object Object]Myndir úr bókini (Mynd: Leirkerið)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

50 Leygardagur 04. september 2021

Closed for Maintenance aftur á skrá

Nú ber til hjá føroyingum at tekna seg sum sjálvboðin til átakið Closed for Maintenance, Open for Voluntourism, sum verður 23.- 24. september 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 23. til 24. september vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Í vár skipaði Visit Faroe Islands fyri einari minni útgávu, kallað “Closed for Maintenance – Føroyar”, har bara føroyingar tóku lut, men nú fara útlendsk sjálvboðin aftur til arbeiðis saman við føroyingum.

Tey útlendsku sjálvbodnu eru 50 í tali og í aldrinum 18-67 ár. Fleiri ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir, m.a. Týskland, Holland, Spania, Danmark og Svøríki. Hesi sluppu ígjøgnum nálareygað í 2020, tá ið fleiri enn 4.000 útlendingar teknaðu seg. Átakið bleiv tó útsett, og tey hava tí bíðað í hálvtannað ár eftir at sleppa til Føroya at arbeiða.

Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar teknaðu seg til átakið í vár, og eftirmetingin var sera góð. Eitt nú skrivaði ein luttakari soleiðis:

“Fólkið og samanhaldið var heilt fantastiskt. Ringt at taka okkurt burtur úr rúgvuni, men haldi at heildarupplivingin var ótrúliga góð. Hetta vikuskiftið er ein av bestu ferðunum eg havi verið í mínum lívi. Ja betri enn fleiri uttanlandsferðir!”

Closed for Maintenance varð fyrstu ferð hildið á várið 2019, og úrslitið av arbeiðinum var so gott, at avgerð var tikin um at halda fram við arbeiðsdøgunum, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál.

40 føroysk sjálvboðin sleppa við til Closed for Maintenance í heyst, og freistin at tekna seg er 14. september. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands

Viðlíkahald á níggju økjum
Heili 10 økir vera við í átakinum í heyst. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í vár og í 2019, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis Hestur, við hesaferð.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Yvirlit yvir allar verkætlanirnar sæst her  

Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

51 Leygardagur 04. september 2021

Byrja at skjóta rakettir í Hetlandi næsta heyst

Lockheed Martin bíðar eftir endaliga byggiloyvinum at byggja rakettstøð á oynni Unst

Lamba Ness á Unst. Einaferð var Nato-radarstøð her - nú skal rakettstøð byggjast (Mynd: saxavord.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í øðrum helmingi av 2022 verður klárt at senda fyrsta kommersiella fylgisveinin út í rúmdina av bretskari jørð. Útskjótingin fer fram á oynni Unst í Hetlandi.

Í næstu viku kemur væntandi endaliga loyvið til at skjóta út rúmdarrakettir av Lamba Ness longst í ein landnyðring á Unst. Mótmæli hava verið móti ætlanini orsaka av, at hon kann gera seg inn á virðismikil fornminni frá heimsbardøgunum.

Amerikanska flog- og rúmdarverksmiðjan, Lockheed Martin, hevur annars verið undir ávísum trýsti fyri at kunn alova bretsku stjórnini at hava sína pathfinder-rakettætlan klára í 2022, tí Bretland er í harðari kapping við líknandi ætlanir í Noregi, skrivar Shetnews.

Umboð fyri Lockheed Martin vóru í vikuni á sentrinum Saxa Vord, har rúmdarstøðin skal gerast, har tey høvdu fund við fólk úr lokalsamfelagnum.

Stjórin við ábyrgdini fyri rúmdarætlanunum, dr. Scott Rodgers, segði í hesum sambandi, at felagið hevur sett sær fyri, at kunna skjóta fyrstu rakettina upp av bretskari jørð í 2022.

Upprunaliga var ætlanin at senda fyrstu rakettin aupp í mai 2022, men hetta er nú útsett til september, millum annað orsaka av mótmælunum og forðingunum, sum covid-støðan hevur havt við sær.

- Sum eg fati tað, so verður søguligi parturin av málinum viðgjørdur, og byggiloyvið verður latið í næstum. Eg havi fult álit á, at hetta arbeiðið verður gjørt til lítar, og tað ikki fer at forða okkara ætlanum.

- Vit náa tó ikki at vera klár til mai 2022, men útskjótingin verður í 2022, men seinni á árinum, segði hann.

Scott Rodgers vísti á, at so skjótt, sum neyðugu loyvini eru kominupp á pláss, so er Lockheed Martin ført fyri at gera økið klárt til útskjóting innan fyri seks mánaðir.

Hóast Lockheed Martin er partur av amerikansku verjuni, so vissaði stjórin fyri felagið, at UK Pathfinder-rúmdarverkætlanin bert snýr seg um vinnuligar útskjótingar, og ikki hevur nakað hernaðarligt endamál.

- Henda verkætlanin snýr seg um at gera eina vinnuliga rúmdarstøð í Bretlandi. Støðin kann brúkast til hernaðarlig endamál, ja, men okkara endamál er bert at senda fylgisveinar í ringrás, sum skulu brúkast í sambandi við veðurtænastur, samskifti og akademisk endamál segði stjórin í Lockheed Martin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

52 Leygardagur 04. september 2021

Reyði Krossur letur eina millión til hjálparátøk kring heimin

300.000 krónur fara til at tryggja betri koronukoppsetingar til Bangladesh og Kenya, 200.000 krónur verða latnar til humaniter átøk á Haiti, og 500.000 fara til hjálaprarbeiði í Afghanistan

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Neyðin úti í heimi er stór, og tørvurin á humaniterari hjálp er alstórur. Tí hevur Reyði Krossur Føroya gjørt av, at lata eina millión krónur til ymisk hjálparátøk kring heimin, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.

300.000 krónur fara til at tryggja betri atgongd til koronukoppsetingar, har ið hetta ikki verður tikið fyri givið. Heilar 81.000 krónur av hesi upphæddini koma frá privatpersónum í sambandi við átakið "Øll hava rætt til koppseting", skrivar Reyði Krossur Føroya, sum ynskir at senda ein serligan tøkk til næmingarnar á Skúlanum á Argjahamri, sum savnaðu heilar 31.000 krónur.

Helvtin av teimum 300.000 kr. verða latnar til Bangladesh og hin helvtin til Kenya, ið eru ímillum tey londini í heiminum, sum eru harðast rakt av koronu. Her arbeiðir Reyði Krossur, saman við landsins myndugleikum, við at samskipa og tryggja at útlutingin av koronukoppsetingini er munagóð og rættvís og til gagns har neyðin er størst, og umframt at kunna og vegleiða um koppsetingar.

200.000 krónur vera latnar til humaniter átøk á Haiti, har stórur tørvur er á hjálp eftir ógvusliga jarðskjálvtan 14. august. Fleiri enn 2.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, og fleiri enn 10.000 vórðu særd, umframt at fleiri hundrað túsund hús og heim eru lagd í oyði. Nógv fólk eru framvegis saknað, og Reyði Krossur arbeiðir áhaldandi við at finna burturblivnar familjulimir, at veita heilsu- og reinføristænastur, mat og drekka, skjól og verju.

Teir síðstu 500.000 krónurnar fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða krossi og Reyða hálvmána í Afghanistan, har fólk í túsundatali hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Ótrygga støðan hevur havt álvarsamar humaniterar avleiðingar, og stórur tørvur er á hjálpartænastum frá Reyða Krossi, harímillum heilsutænastum, mati og drekka og sálarligum stuðli, serliga til børn og ung, skrivar Reyði Krossur, sum takkar øllum, sum hava latið stuðul til koronaátakið, og hava stuðlað á annan hátt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

53 Leygardagur 04. september 2021

Texas: Nú er fosturtøka ikki loyvd eftir sættu viku

Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom í gildi í vikuni

Her mótmæla fólk fosturtøku uttanfyri amerikanska hægstarættin í 2020 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein av strangastu fosturtøkulógunum í USA kom mikudagin í gildi í næststørsta amerikanska statinum, Texas.

Talan er um eina lóg, sum bannar allar fosturtøkur eftir sættu viku, har vanliga ber til at hoyra hjartaslátturin hjá fostrinum. Lógin loyvir eingi undantøk fyri neyðtøku ella blóðskemd.

Gregg Abbott, guvernørur í Texas undirskrivaði lógina í mai, og fleiri borgarafeløg og felagsskapir, sum stuðla fosturtøkum, m.a. ACLU (American Civil Liberties Union) og Planned Parenthood, heittu á amerikanska hægstarættin um at steðga lógini, men hægstirættur hevur ikki svarað áheitanini, skrivar Ritzau.

– Umleið 85 til 90 prosent av teimum, sum fáa fosturtøku í Texas, hava gingið við barn í í minsta lagi seks vikur, og merkir hetta, at lógin fer at banna næstan øllum fosturtøkum, sigur ACLU.

Aðrir konservativir statir hava eisini roynt at fingið eina líknandi fosturtøkulóg ígjøgnum, men tá hevur ein hægstarættaravgerð frá 1973, ið er kend sum Roe v. Wade, sum tryggjaði rættin til fosturtøku í USA, steðgað teimum.

Roe v. Wade hevur tryggjað rættin til fosturtøku upp til 22.-24. viku.

Nýggja fosturtøkulógin í Texas merkir, at kvinnur í statinum, sum ynskja at fáa fosturtøku eftir sættu viku, noyðast at leita sær til aðrar statir. 

Tað er upp til borgarar at melda læknar, sjúkrahús og onnur, ið hjálpa kvinnum at fáa framt fosturtøku í Texas eftir sættu viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

54 Leygardagur 04. september 2021

Kina: Børn og ung sleppa bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna

Framyvir sleppa børn og ung í Kina bert at spæla telduspøl ein tíma fríggjadag, leygardag og sunnudag, umframt á halgidøgum – myndugleikarnir vóna við hesum nýggju reglum at forða teimum ungu í at gerast bundin av telduspølum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Framyvir sleppa kinesarar undir 18 ár bert at spæla teldu tríggjar tímar um vikuna. Tað boðaði stýrið, sum hevur eftirlit við spælídnaðinum í Kina frá mánadagin.

Heilt nágreiniliga merkir tað, at børn í Kina framyvir bert sleppa at spæla spøl á teldu, playstation, fartelefonum, og øðrum eindum millum klokkan 20 og 21 fríggjadag, leygardag, og sunnudag, umframt á halgidøgum. Á tann hátt vóna myndugleikarnir at forða børnum í at gerast bundin av hesum spølum.

Við nýggju reglunum verður eisini álagt spælfyritøkum at tryggja, at tað ikki er gjørligt hjá børnum og ungum undir 18 ár at spæla spøl uttanfyri ásettu tíðirnar, skrivar Ritzau.

Kina byrjaði tó longu at avmarka telduspælsnýtsluna hjá børnum í 2019. Tá varð ásett, at børn og ung undir 18 ár ikki sluppu at spæla í meira enn hálvanannan tíma um dagin – tó tríggjar tímar á halgidøgum. Men nú eru hesar reglur herdar.

Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua, spæla 62,5 prosent av kinesiskum børnum ofta spøl á netinum, og 13,2 prosent av teimum spæla í meira enn tveir tímar um dagin gerandisdagar.

Nýggju reglurnar hava elvt til kjak á sosiala miðlinum Weibo, sum kann samanberast við Twitter í Kina. Meðan summi siga seg taka undir við nýggju reglunum, ivast onnur í, hvussu mydnugleikarnir ætla at handhevja teir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

55 Leygardagur 04. september 2021

18 ferðir niðan á Slættaratind: 72.538 krónur komu inn

Stuðulin fer millum annað til ferð og uppihald hjá eydnudeildarleikarum sum fara til Lykkecup í Danmark um vikuskiftið

Tá teir komu á mál eftir 18 túrar niðan á Slættaratind (Mynd: Arnstein Prestá)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen næstseinasta vikuskifti gjøgnumførdu “Everesting” við at ganga niðan á Slættaratind 18 ferðir upp á eitt gott samdøgur, var tað samstundis fyri at savna pening inn til Eydnudeildina.

Tað er nú gjørt upp, hvussu nógv er komið inn, og upphæddin gjørdist 72.538 krónur.

- Eg, og tey, eru púra ovfarin um allan stuðulin. Túsund, túsund takk fyri, skrivar Jákup Petur Eliassen á Facebook.

Tíggju leikarar úr Eydnudeildini fara til Danmarkar á Lykkecup um vikuskiftið, og avgjørt er at hvør leikari fær 2.000 krónur sum stuðul til ferð og uppihald. Einki barn kann ferðast einsamalt, so hetta kemur sera væl við.

Restin fer til at gera tað møguligt at skipa fyri venjing hjá eydnuleikararnar, og kanska hava okkurt eftir at stuðla til Lykkecup næsta ár.

Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær man út aftaná 18 túrar niðan á Slættaratind

Tilsamans gingu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærtensen 65,5 kilometrar, og 124.000 fet. Byrjað varð á middegi fríggjadagin, og leygardag nakað eftir middag, 24 tímar og 42 minuttir, høvdu teir gingið 18 ferðir aftur og fram.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

56 Leygardagur 04. september 2021

- Vit fara all inn

Liðskiparin á føroyska landsliðnum vil ikki tosa um heiðurligt tap - at fáa stig móti Danmark er nøktandi sigur Hallur Hansson, ið tó hevur stóra virðing fyri mótstøðuliðnum

Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann spældi í donskum fótbólti í beint yvir seks ár. Nú leitar hann eftir felagið, men fyrst er fult fokus á at taka ímóti dønum á Tórsvølli í kvøld.

29-ára gamli landsliðsliðformaðurin byrjaði á bonkinum í dystinum móti Ísrael, men var fríggjadagin saman við Håkani Ericson á tíðindafundinum, og tað er ein av ábendingunum um, at Hallur í kvøld fer at ganga fremst, tá føroysku og donsku leikararnir ganga inn á vøllin.

Andreas Kraul, ítróttarjournalistur og frásøgumaður á DR1, spurdi Hall Hansson hvat eitt nøktandi úrslit er fyri Føroyar - endin av svarinum fekk donsku miðlafólkini at smáflenna:

- Vit høvdu kunna sligið okkum til tos við javnleiki.

Miðvallarin segði annars, at sjálvandi er hetta ein ógvuliga stór uppgáva fyri Føroyar, eitt slag av Dávid móti Goliat. Tó fara hann og liðfelagarnir ikki inn til uppgávuna við yvirstórari virðing - tað er sum til aðrar landsdystir og fótbóltsdystir: Vit fara inn fyri at vinna dystin.[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

57 Leygardagur 04. september 2021

Føroyar fingu ikki spenning í dystin aftur - fyri tungum tapi

Ísrael økti til 3-0 tíðliga í 2. hálvleiki og hevði støður til fleiri mál, og tað gjørdist verri í yvirtíðini. Føroyska liðið byrjaði dystin væl og hevði eina fína løtu í 2. hálvleiki, men samanumtikið var munurin stórur: Ov løtt mál komu inn, og ov fáir málmøguleikar vórðu skaptir

Aðrir bollar mugu í suppuna, um tað ikki skal gerast ljótt móti Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá púra ódekkaði Munas Dabbur skoraði til 3-0 í sætta minutti í 2. hálvleiki, eftir at sera kviki og vandamikli Manor Salomon úr Shaktar Donetsk var komin til baklinjuna í samband við stutt hornaspark, var veruligur vandi fyri føroyskum skrædli.

Stutt fyri hálvleik hevði Zahavi skorað fyri aðru ferð, og lítla løtu seinni gjørdi Odmar Færø stórt verjumistak, ið mundi kosta. Gunnar Nielsen bjargaði tó heilt væl, og tað gjørdi hann eisini í tveimum førum eftir 3-0 málið, eftir at føroyingar høvdu blakað bóltin ov løtt vekk/vart ov illa fyri.

Í yvirtíðini fekk málverjin, ið var liðformaður í kvøld, tó einki gjørt, tá Zahavi varð spældur fríur í brotsteignum, og so varð talan um eitt slag av eyðmýkjing á heimavølli. Ov nógv grundleggjandi mistøk vórðu gjørd, og Ísrael var bara væl omaná á so at siga øllum økjum.

[object Object]

Revsaðir hart í fyrra hálvleiki
Fyrsta málið kom, eftir at føroyingar høvdu roynt at trýst og høvdu eina innleggstøðu, har René Shaki Joensen royndi at taka Sonna Ragnar Nattestad.

Ísrael vann bóltin, og so gekk tað við fullari ferð. Sonni Rangar og René fingu ikki tíð at koma uppá pláss, og Jákup Biskopstø Andreasen fekk ikki forða Eran Zahavi í at reka inn í brotsteign og smekka bóltin í málið.

Føroyska liðið var annars greitt við yvirlutan fyrstu tíggju minuttirnar og fekk lagt eitt lítið trýst við skilagóðum spæli, vunnum nærdystum og nøkrum deyðbóltum, har serliga eitt hornaspark frá Brandi Hendrikssyni Olsen gjørdist vandamikið.

Ísrael tók av álvara yvir stutt fyri málið og hevur flutt bóltin nógv og rímiliga væl. Føroyingar hava mist ov nógvar bóltar og síggja sera sárbærir út á nøkrum økjum. Stutt fyri hálvleik royndi Gilli Rólantsson at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen við bringuni. Høgri bakkurin hevði ikki sæð mannin innanfyri seg, ið fangaði bóltin. Gunnar stjórbjargaði, men Gilli fekk ikki handfarið returbóltin, ið Zahavi fekk fatur á, og hann kom við enn einum dundurskoti, og so varð 0-2.

[object Object]

Í kvøld vitjar Danmark á Tórsvølli. Danmark vann mikukvøldið 2-0 á Skotlandi

HM-undankapping - Bólkur F, 4. umfar
Føroyar - Ísrael 0-4 (0-2)
12' Eran Zahavi 0-1
44 'Eran Zahavi 0-2
52' Munas Dabbur 0-3
90 (+2)' Eran Zahavi 0-4

Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar (63' Hallur Hansson), Gunnar Vatnhamar (76' Daniel Johansen), Jákup Biskopstø Andreasen (63' Jóan Símun Edmundsson), Brandur Hendriksson Olsen (76' Tróndur Jensen), Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen (76' Heri Hjalt Mohr)

Fleiri myndir frá dystinum her

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

58 Leygardagur 04. september 2021

Størsta tapið fyri Ísrael

Tapið mikudagin var tvífalt so stórt sum tað fyri sekstan árum síðani á sama leikvølli. Føroyar eru trý mál betri enn Moldova í bólki F í HM-undankappingi - mótstøðuliðið leygarkvøldið hevur fýra sigrar av fýra møguligum og málúrttøkuna 16-0

Ísrael var greitt omaná á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan dystinum móti Ísrael í 4. umfari HM-undankappingarbólki F, var úrttøkan hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum móti landinum hendan: 

Ein javnleikur, tveir ósigrar - 2-5 til Ísrael samanlagt

Hesi hagtølini versnaðu við 0-4 ósigrinum á Tórsvølli mikukvøldið, og ágangur hevur síðani verið mótvegis føroyska liðnum á serliga Facebook fyri úrslitið og avrikið.

5. august 1992, Svangaskarður
(Venjingardystur) Føroyar - Ísrael 1-1 (1-0)
35' Kári Reynheim 1-0
52' Tal Banin 1-1

7. september 2005, Tórsvøllur
(HM-undankappingardystur) Føroyar - Ísrael 0-2 (0-0)
54' Avi Nimni 0-1
79' Yaniv Katan 0-2

8. oktober 2005, Tel Aviv
(HM-undankappingardystur) Ísrael - Føroyar 2-1 (1-0)
1' Yossi Benayoun 1-0
90' Michael Zaudberg 2-0
90 (+) Símun Samuelsen 2-1

1. september 2021, Tórsvøllur
(HM-undankappingardystur) Føroyar - Ísrael 0-4 (0-0)
12' Eran Zahavi 0-1
44 'Eran Zahavi 0-2
52' Munas Dabbur 0-3
90 (+2)' Eran Zahavi 0-4

Toppur ímóti botni leygarkvøldið 
Føroyar og Moldova eru niðast í bólkinum við einum stigi hvør. Tað varð fingið til høldar í innahýsis dysti, sum var í Moldova í fyrsta umfari.

Liðið hjá Håkan Ericson hevur betri málúrttøku. Eftir dystirnar mikudagin eru trý mál á muni: 2-12 (Føroyar) og 2-15 (Moldova). Á heimavølli var Moldova fyri 0-2 ósigri fyri Eysturríki, ið skoraði eitt mál í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og hitt í yvirtíðini í seinna hálvleiki.

[object Object]
Føroyska liðið skal av álvara reisa seg - tvær áhugaverdar avbjóðingar eru fyri framman í høvuðsstaðnum næstu dagarnar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í Parkini skoraði Danmark tvær ferðir innan tveir minuttir, og málini hjá bakkunum Daniel Wass og Joakin Mæhle tíðliga í dystinum móti Skotlandi syrgdu fyri, at Danmark framvegis hevur fult stigatal og nú málúrttøkuna 16-0.

Liðið, sum kom í EM-hálvfinaluna í summar, verður ein risastórur biti fyri Føroyar, ið tekur ímóti dønum leygarkvøldið.

Úrsltini í 4. umfari í HM-undankappingarbólki F (UEFA) 

Føroyar - Ísrael 0-4 (0-2)
Danmark - Skotland 2-0 (2-0)
Moldova - Eysturríki 0-2 (0-1)

Støðan í bólkinum: 
Danmark 12 stig
Ísrael 7 stig (+5)
Eysturríki 7 stig (0)
Skotland 5 stig
Føroyar 1 stig (-10)
Eysturríki (-13)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

59 Leygardagur 04. september 2021

Daniel og Heri spældu fyri fyrstu ferð

Bakkarnir hjá HB komu inn á vøllin, tá eitt korter var eftir av landsdystinum móti Ísrael - her er eitt sindur um teirra veg á A-landsliðið

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

24-ára gamli høgri bakkurin Heri Hjalt Mohr var eitt skifti tíðliga í summar burtur frá fótbólti av persónligum ávum. Síðani hann er komin aftur, hevur hann víst sítt virði fyri HB - serliga í evropeisku dystunum - og Heri varð 23. august úttikin til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova.  

Heri varð ikki úttikin til teir fyrstu dystirnar í kappingini, ið vórðu leiktir í mars, og  Daniel Johansen var heldur ikki á dómaraseðlanum til nakran av teimum dystunum. Vinstri bakkurin hjá HB gjørdi veruliga um seg í fjør, tá HB gjørdist greipuvinnari. Serliga var tað í álopskenda spælinum og við uppleggum - Daniel hevði tjúgu av slagnum í Betrideildini.

Upprunaliga varð Daniel ikki úttikin til hesar heimadystirnar, men av tí at úttiknu vinstru bakkarnir Ári Mohr Jónsson og Viljormur Davidsen mánadagin endaðu í sóttarhaldi, vórðu boð mánakvøldið send eftir 23-ára gamla HB-leikaranum.

Bæði Heri og Daniel vóru við í 1-0 sigrinum hjá HB á Maccabi Haifa á Tórsvølli 12. august, og hóast tað ikki gekk væl móti ísraelittum mikukvøldið, so varð tað eitt minniligt kvøld fyri bakkarnar, tí í 76. minutti vórðu báðir skiftir inn til tað, sum varð teirra fyrsti A-landsdystur.

Nú hava 175 leikarar spælt á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, sambært FSF.

[object Object]
Heri Mohr í eyðkendum stíli (Mynd: Sverri Egholm)

Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB, og var sum yngri mest kantur. Eitt skifti í 2016 var hann leigaður út til TB, har skjóti og ágangandi leikarin spældi níggju dystir. Í 2019 var Heri úti á Argjum og spældi, og tað var í AB, at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu deildini.

Í fjør tók hann plássið sum høgri bakkur í bandómsfelagnum, og gjørdi veruliga vart við seg við støðugum og sterkum avrikum. Heri er skrásettur fyri fimm U17-landsdystir í 2013, so tað er langt síðani, at hann umboðaði Føroyar. Pápi Heri Hjalt Mohr, Gunnar Mohr, skeyt nógv mál fyri HB og er skrásettur fyri sjey A-landsdystir, umframt tveir óalmennar. Gunnar var í hópinum, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona.

Daniel Johansen er partvíst uppvaksin í Danmark og partvíst á Norðskála. Evnini vóru eyðsæð tíðliga í EB/Streymi, og í 2014 fór Daniel at spæla við HB. Har mentist tekniskt sterki leikarin, ið hevur spælt á sentrala miðvøllinum, á kantinum, men seinni árini mest á vinstra bakki. Daniel spældi til tíðir nógv undir Heimiri Guðjónssyni, men tað var í fjør, tá vinstra baks plásssi varð tøkt, eftir at Magnus Egilsson fór til Íslands við Heimiri at spæla við Vali, at ljóshærdi, vinstrabeinti leikarin fekk sítt stóra gjøgnumbrot.

Hann varð, eins og Heri, úttikin til A-landsliðið í samband við eitt umfar í Nations League síðsta heyst, men fyrsti dysturin kom ikki. Daniel Johansen er skrásettur fyri átta U21-landsdystir, umframt ein U19-landsdyst.

Tøl: Faroesoccer og fsf.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

60 Leygardagur 04. september 2021

U21-menninir taptu við tveimum málum

Seinast vunnu okkara menn 2-0. Hesaferð vann Armenia 2-0

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U21-menninir spældu hósdagin ímóti Armenia, og tað gekk ikki líka væl, sum tá armenar vóru á vitjan í mjørkanum og vindi á Svangaskarði.

Tá vunnu Føroyar 2-0 við tveimum málum frá Jonn Johannesen. Hesaferð taptu vit 2-0 á útivølli í armenska høvuðsstaðnum, Yerevan.

Tað var eitt skert føroyskt lið sum spældi móti Armenia. Tveymálsskjúttin frá seinasta dysti var ikki við umframt Magnus Holm Jacobsen, Samuelsen Johansen Chukwudi og Lukas Giessing, ið allir vóru eyðsýndir í seinasta dysti, ikki vóru tøkir til hendan dystin.

Eftir lítlan hjálvan tíma í málinum fekk Bárður á Reynatrøð ein stoyt, og mátti av vølli. Hann skuldi í røntgenkannast fyri at kanna nøsina og tummilin fyri brot. Fyri hann, kom Bjarki Vitalis Mørk í málið.

Støðan var 1-0 til heimaliðið í hálvleikinum, men armenar hildu á at trýsta, og fingu eitt brotsspark fimm minuttir undan leikloki. Eitt brotsspark sum armenar ikki misnýttu, og vunnu dystin 2-0.

Mánadagin skulu U21 leikararnir aftur í eldin, og tá verður tað á heimavølli á Svangaskarði ímóti Fraklandi, sum er sterkasta lið í bólkinum.

Armenia U21 - Føroyar U21 2-0 (1-0)
40’ Narek Grigoryan 1-0
85’ Mikayel Mirzoyan 2-0 (br.)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2021

61 Leygardagur 04. september 2021

Seldu Uros: Vektaðu fíggjarliga partin hægri enn tann ítróttarliga

Eitt felag setti seg í samband við okkum um keyp av Uros Stojano. Tóku vit av, kann felagið gerast skuldarfrítt í ár, greiðir formaðurin í ÍF frá í blaðnum Ellivu

Uros Stojanov í reyðum og hvítum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Um vit ikki hava tað fíggjarliga upp á pláss, so fer tað ítróttarliga at halta fyrr ella seinni.

Tað sigur formaðurin í ÍF, Georges Rouah, um mest umrøddu søluna í Betri deildini hjá monnum í ár. ÍF valdi at selja málrevin Uros Stojanov til B36, og fuglfirðingar síggja nú út til at hava beinleiðis kós niður í næstbestu deildina.

Hann sigur við blaðið Ellivu, at koronufarsóttin hevur havt við sær, at felagið hevur mist millum 400.000 og 600.000 krónur í inntøkum. Tað veri seg vantandi áskoðarainntøkur og at smærri stuðlar hava hildið aftur orsakað av óvissuni.

Tá so ein fyrispurningur frá B36 kom um Uros Stojanov, kom tað væl við hjá ÍF fíggjarliga.

[object Object]B36 og Uros Stojanov skrivaðu undir sáttmála 25. juni (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)

- Vit síggja, at tilboðið ger, at vit spara nógv á lønarlistanum, og vit fáa inntøkur beint í kassan. Vit tosaðu um tað í nevndini og tá sóu vit, at málið frá 2015 - um at felagið skal verða skuldarfrítt - kundi røkkast í ár, um vit tóku av, greiðir Georges Rouah frá í nýggjastu útgávuni av Ellivu.

Umframt Uros Stojanov fór Filip Djordjevic eisini úr felagnum. ÍF hevur ikki vunnið ein dyst síðani 16. mai, og liggur til niðurflyting á næstaftasta plássið við 13 stigum. Trý stig eru upp til EB/Streym á áttanda plássi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2021

62 Leygardagur 04. september 2021

Føroyar gjørdu slætt borð

Tað var eingin slingur í valsinum hjá U15-landsliðnum við gentum, sum í síðstu viku luttók í Baltic Cup 2021 í Estlandi

U15 gentulandsliðið við Baltic Cup steypinum (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við 1-0 sigri á Estlandi og einum sannførandi 2-0 sigri á Litava, vunnu føroysku 15-genturnar ársins útgávu av Baltic Cup í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn.

Tað sá annars leingi út til, at dysturin móti vertunum fór at enda málleysur. Men í seinastu sekundunum gjørdi liðskiparin, Jakobina Bergsdóttir, bart og smekkaði bóltin upp í málhornið.

Ímóti Litava avgjørdi føroyska liðið dystin meir ella minni áðrenn steðgin. Brá Zachariasardóttir legði Føroyar á odda, og lítla løtu seinni økti Eydna Olsen Dalheim til 2-0. Harvið vunnu føroysku genturnar Baltic Cup 2021, og hetta er bert aðru ferð, at eitt føroyskt landslið kemur heim sum vinnari av Baltic Cup; fyrra ferðin var, tá A-landsliðið vann kappingina í 2016.

Dysturin millum Litava og Estland endaði við 3-0 sigri til estlendsku genturnar. Sunnudagin spældi føroyska liðið venjingardyst móti Estlandi, og aftur vóru okkara gentur við yvirlutan. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Mira Bendix Laursen og Anna Jørginsdóttir stóðu fyri føroysku málunum.

Samanumtikið var tí talan um eitt frálíkt avrik hjá gentunum og nýggja venjaratoyminum, og samstundis ein gleðilig ábending um, at framtíðin sær bjørt og spennandi út hjá okkara landsliðum.

Næst á skránni hjá U15-gentunum er í november mánaði, tá liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Slovenia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

63 Leygardagur 04. september 2021

Nýggj vitan um kvinnur í úrvalsfótbólti

Nýggj føroysk gransking vísir, at ymiskir vøddafysiologiskir tættir avgera kropslig avrik í úrvalsfótbólti hjá kvinnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nýggj gransking, sum hevur týdning fyri kropsliga venjing hjá úrvalsfótbóltsspælarum, kom alment fram í farnu viku. Greinin, eitur "Skeletal muscle phenotype and game performance in elite women football players", og hon varð almannakunngjørd í arbeiðsfysiologiska tíðarritinum, "Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sport", sum hevði eina serútgávu um úrvalsfótbólt hjá kvinnum.

Rithøvundarnir eru Magni Mohr frá Fróðskaparsetrinum, sum er fyrsti rithøvundi og verkætlannarleiðari, umframt Ioannis G. Fatouros, Athanasios Z. Jamurtas, Dimitrios Draganidis, Martin Thomassen, Christina Ørntoft, Georgios Ermidis, Georgios Loules, Dimitrios Batsilas, Athanasios Poulios, Konstantinos Papanikolaou, Morten B. Randers, Peter Krustrup og Lars Nybo.

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum Setrið, Syddansk Universitet, University of Thessaly og Københavns Universitet.

Granskararnir hava á fyrsta sinni kannað sambandið millum vøddafænotypu, kropsligar førleikar og ymisk sløg av kropsligum avriki í veruligum úrvalsfótbóltsdystum hjá kvinnum.

Granskingarverkætlanin, sum varð gjørd í Trikala í Grikkalandi, kemur við nýggjari vitan um sambandið ímillum avrik á vøllinum í dystum í úrvalsfótbólti hjá kvinnum og ymiskar vøddafysiologiskar skipanir. Henda vitanin er grundleggjandi fyri munadyggari kropsligari venjing hjá kvinnuligum úrvalsbóltleikarum, skrivar Granskingarráðið.

Les meira her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2021

64 Leygardagur 04. september 2021

Spæla HM-undankapping í Føroyum í januar

Hondbóltsmenninir fáa vitjan av Lettlandi, Italia og Luksemborg í januar, tá skipað verður fyri HM-undankapping í Høllini á Hálsi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er nú greitt, at bólkur 4 til HM-undankappingina hjá monnum verður leiktur í Føroyum í tíðarskeiðnum 14. – 16. januar 2022.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá.

Eftir at hava samskift sínamillum, eru londini í bólki 4 til HM2023-undankappingina komin ásamt um, at spæla undandystirnar yvir vikuskiftið 14. – 16. januar í Føroyum. Londini í bólkinum eru Lettland, Italia, Luksemborg og Føroyar. Sostatt verða tveir dystir fríggja, tveir leygar- og tveir sunnudagin í Høllini á Hálsi.

Vegurin til HM er langur. Tvey lið koma víðari úr bólkinum, har tveir play-off dystir bíða móti hægri styrkismettum liðið, har vinnarin yvir tveir dystir aftur spælir móti hægri styrkismettum liðið yvir tveir dystir, har vinnarin síðani sleppur til HM.

Yvirlit yvir bólkaspælið:
Bólkur 1: Belgia, Turkaland, Grikkaland, Kosovo
Bólkur 2: Finnland, Estland, Georgia, Stóra Bretland
Bólkur 3: Rumenia, Ísrael, Kýpros, Moldova
Bólkur 4: Lettland, Italia, Luksemborg, Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2021

65 Leygardagur 04. september 2021

Flogbóltur: U19 kvinnurnar til Íslands

Nú er av álvara lív í landsliðsvirkseminum hjá flogbóltinum aftur. Fríggjadagin byrjaði kapping í Íslandi, har Føroyar, umframt vertunum, skal møta Gibraltar og Malta. Lars Engell hevur úttikið tólv leikarar úr fimm ymsum feløgunum til uppgávuna

Hópurin hjá U19-kvinnum (Mynd: FBF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Nú verður aftur lív í flogbóltslandsliðnum eftir drúgva tíð við lockdown. Vit fegnast um at flogbóltsdyrnar eru opnaðar aftur, og gleða okkum at fylgja ungu leikarunum á teirra ferð til Íslands.

Soleiðis skrivar Flogbóltssambandi í sambandi við at U19-kvinnulandsliðið um vikuskiftið skal royna seg í kapping við oyggjalond. 

Hósdagin fór liðið til Ísland, og kappingin, sum kallast Small Countries Association, byrjaði fríggjadagin. Har skulu Føroyar møta Gibraltar, Malta og Íslandi.

Lars Engell, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikarar:

Fleyr: Vár Rajani Færø, Hanna Iansdóttir Biskupstø, Helena Skylv Hansen
SÍ: Sofía Weihe Simonsen, Janna Falkvard, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen
KÍF: Milja Silvansdóttir, Marta Fagrakeltt, Jakobina Joensen
Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir
Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021

66 Leygardagur 04. september 2021

Bragi tók øll á bólið

Met nógv ross til ríðikapping í Marknagili leygardagin

 
SkrivaÐ:

Innsent

Kappríðingarárið endaði síðsta vikuskifti við einum brakið av einari kapping í Marknagili í Havn. Gott veður, met nógv ross og gott lag eyðkendi kappingina. Tað vóru eisini nøkur óvæntað úrslit og sera tætt við at metið í 100 metra skeið var tikið. 

Kappingin byrjaði við tølt. Her eyðnaðist tað ungu evnaríku Silju G. Eystberg at vinna á teimum meira garvaðu Johannessen brøðrunum. Silja G. Eystberg og Tango vunnu við tíðini 11:60, Regin Johannessen á Brynjar gjørdist nummar tvey við tíðini 11:80 og Bárður Johannessen á Stráki nummar trý við 12:81. Brynjar og Regin Johannessen vunnu FM í tølt. 

Skeiðkappingin var sera áhugaverd, mest tí at Kór við Beintu P. Debes á baki hevur gjørt sera stór framstig hetta kappingarárið. Tey hava vant nógv og miðvíst og vóru á degnum bara 0:02 sekund frá at sláa metið í skeið 100 metrar. Metið er 8:00 og Kór og Beinta P. Debes vunnu á degnum við 8:02. Spell at tey ikki kundi krúna sigurin á degnum og FM heitið ið eisini var vunnið, við einum føroyskum meti.

Beinta P. Debes fylti enntá sama dagin, so stórur dagur hjá ungu argjareiðkvinnuni. Bárður Johannessen og Syrpa gjørdist nummar tvey á degnum við tíðini 9:03, eisini ein sera góð tíð. Nummar trý gjørdist Orka við Ranju Halsdóttir Djurhuus. 

Travkappingina vunnu Klettur og Mogens Wraae Olsen, nummar tvey var Freyr við Biritu Lützen og nummar trý føroyska ryssan Skessa við Siri S. Joensen. Freyr og Birita Lützen vunnu føroyameistaraheitið í trav 250 metrar. Tvíspor ll flokk á degnum vann Sirkill við Halli Hansen. 

Kappingin í Tvíspor ung var sera jøvn undan kappingin, bara eitt stig var á muni millum føroyameistaran frá í fjør, Silfu, við Ásu Bárðardóttir og Freyr við Birnu Jóanesarson. Hetta merkti at tann, ið var kvikari á degnum vann FM.

Sjálvt um riðilin var javnur, átti Freyr tó munin, hann og Birna vunnu við tíðini 17:21 og gjørdist sostatt føroyameistarir. Silfá kom á mál við tíðini 17:60 og gjørdist nummar tvey. Tindur og Ranja Halsdóttir Djurhuus gjørdist nummar trý. 

FM kappingin í tvíspor vaksin, var so gott sum avgjørd frammanundan kappingina í gjár, men reiðfólkini leggja altíð nógva orku í at vinna hvørja kapping og soleiðis var eisini hesuferð. Úrslitið tók helst eisini tey flestu kønu á bólið, tí tað gjørdist Bragi av Eiði við Jónu Ólavsdóttir á baki, ið vann kappingina, tey hava onga kapping vunnið fyrr í ár, men hesaferð gjørdi tey bart og vunnu rímiliga trygt við tíðini 34:18 um teir 500 metrarnar. Nummar tvey gjørdist Marengo og Hallur Hansen, hetta var eisini heldur óvæntað. Nummar trý gjørdist nýggi føroyameistarin Ronja við Zacharias R. Jacobsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2021

67 Leygardagur 04. september 2021

Føroya vakrasta hálvmaraton verður í dag

700 luttakarar vera við

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag fara fólk aftur renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs kirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Í ár verða umleið 700 luttakarar við.

Seinasta ár varð #FVHM gjørt um til eina tykisrenning - #míttvakrasta - hóast tað, eydnaðist at lata 33.000 krónur til Krabbameinsfelagið og Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum. Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2021

68 Leygardagur 04. september 2021

Fyrrverandi IOC-forseti Jacques Rogge deyður

Belgiski Jacques Rogge, ið var forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) frá 2001 til 2013, gjørdist 79 ára gamal

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jacques Rogge, fyrrverandi forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC), er deyður, 79 ára gamal. Tað boðar IOC frá á sínari heimasíðu.

Jacques Rogge var IOC-forseti í árunum 2001 til 2013, og hareftir varð hann útnevndur til heiðursforseta.

Hann var útbúgvin ortopedskurðlækni við sergrein innan ítróttaskaðar. Eisini var hann ein sera dugnaligur ítróttamaður.

Jacques Rogge var belgiskur rugbymeistari og umboðaði belgiska landsliðið. Eisini gjørdist hann fleiri ferðir belgiskur meistari og heimsmeistari í sigling, og sigldi hann fyri land sítt í OL í 1968, 1972, og 1976.

Thomas Bach, núverandi IOC-forseti, sigur m.a. soleiðis um Rogge:

– Fyrst og fremst fara vit at minnast hann sum ein persón, sum elskaði ítrótt og elskaði at vera saman við ítróttafólkunum, og hann smittaði øll, hann kendi við sínum eldhuga. 

Hann gjørdi nógv sum forseti og hjálpti við at endurskapa og nútímansgera IOC, og eisini gjørdi hann nógv fyri ungdómsítróttin, leggur Bach afturat.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2021