Leygardagur 11. september 2021 | Nr. 37 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 7
SíÐa 30
SíÐa 4
SíÐa 45
SíÐa 55
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Nú má tað vera greitt fyri allar partar, at tað ikki longur ber til at halda áfram við núverandi gjaldsskipan í nýggja Eysturoyartunnlinum, ið vit nú hava havt gleði av í skjótt níggju mánaðir.
Ferðslutølini fyri tríggjar teir seinastu mánaðirnar vísa, at ferðslan er minkandi, og at hon ikki er í nær námind at nærkast ætlaða ferðslutalinum, og máltalinum, sum tunnilsfelagið hevur sett sær.
Við hetta lag, so sær út til, at tað verður landskassin, sum skal taka um endan og rinda tunnilsfelagnum, tí landið hevur játtað seg til at rinda endurgjald, um tað ikki eydnast at fáa inntøkurnar upp, svarandi til eina dagliga ferðslu, sum liggur væl oman fyri ta núverandi.
Hetta ber jú ikki til.
Tað ber ikki til, at pengar skulu flytast úr landskassanum til tunnilskassan fyri at hava neyðuga gjaldførið. Heldur skulu pengarnir brúkast til rætta endamálið, sum má vera at hjálpa til við at økja um ferðsluna ístaðin.
Tí eigur væntaða endurgjaldsupphæddin sjálvandi at brúkast til at fáa ferðsluna upp.
Veruleikin er tann – og tað er ein sannroynd – at tunnilin ikki hevur verið við til at økja um samansjóðingina av fólkinum í høvuðsstaðnum og Skálafjørðinum. Heldur ikki millum fólki á hvør sínum armi av fjørðinum. Var tað ikki ætlanin við tunnlinum?
Ein tingmaður segði tað so rámandi í sambandi við viðgerðina av nýggjum innkomuvegi til Havnar. Tað er ikki neyðugt at fara undir tað projektið – heldur ikki fjørðuvegin í Runavík – tí tunnilin økir ikki um ferðsluna í mun til hvat hon var frammanundan.
Hetta er kanska at gera eitt sindur ov nógv av, men vísir kortini ein veruleika, sum ikki er til at taka feil av.
Teir brúkarar, ið vilja at sleppa at koyra gjøgnum tunnilin hvønn dag – pendlararnir – gera tað ikki, tí prísurin er ov høgur. At tað eisini er ein spurningur um at finna útav hvussu ferðastuðulin skal skipast, er eitt sindur ov pínligt at viðgera í hesum samanhangi, tí tað er skomm, at hetta ikki er komið upp á pláss.
Finnið útav at seta prísin niður á eitt hóskandi støði, og latið tað ganga skjótt!
Eisini er tørvur á eini góðari avsláttarskipan. At fáa eitt prosent í avsláttri hjá stórbrúkarum, er ikki nakar avsláttur, tað er ein háðan.
Príslækkingin nýtist ikki at vera tann stóra í pengum. Ein byrjan kundi verið, at latið “ferðaseðilin” verið galdandi fyri meira enn tann eina túrin. Latið okkum siga, at ein bileigari á Skálafjørðinum visti, at um hann hevur koyrt fyri 100 ella 150 krónur ein dag, so kundi hann koyrt ókeypis restina av degnum, ella í eitt ávíst tal av tímum.
Var tað galdandi, so høvdu tað neyvan verið líka nógv, sum ivaðust og heldur valdu tann longra vegin.
Sama er galdandi tvørtur um fjørð. Tað er ikki rætt, at ein mamma á Strondum, sum rindar 50 krónur fyri at koyra dóttrina til fimleikavenjing í Bylgjuni (fjarstøðan er hálvanannan kilometur í loftlinju) skal rinda 50 krónur einaferð afturat tá dótturin skal heintast aftur, um hon fer heim at gera náttura ímillum.
Núverandi skipan tænir ikki sínum endamáli og eigur tí at broytast. Hon er eisini í stríð við galdandi veðurlags-, umhrørvis-, vinnu-, ferðslutrygdar- og familjupolitikk.
Í alt hevur landskassin rindað 83,8 milliónir - tað er við meirvirðisgjaldi. Haratil eru 25,2 milliónir komnar inn í avgjaldi fyri koronakanningar við komu til landið
Landskassin hevur higartil rindað 67 milliónir krónur til privatar kanningarstovur fyri at gera kanningar fyri covid-19.
Hetta upplýsti Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum, í vikuni í skrivligum fyrispurningi frá Beintu Løwe úr Tjóðveldi.
Heimsumálaráðið hevur síðan spurningurin varð svaraður nágreinað tølini. Tað sæst í innliti, sum Blaðið Vikuskiftið hevur fingið.
Hetta vísir, at nágreiniliga talið, sum fyritøkurnar Thetis og Smyril Line hava fingið 67,3 milliónir krónur. 60,8 til Thetis og 6,5 til Smyril Line.
Av teimum 60,8 milliónirnar til Thetis, eru 45 milliónir goldnar av kontu hjá Heilsumálaráðnum og 15,8 frá Sjúkrahúsverkinum. Upphæddirnar til Smyril Line er ávikavist 5,6 og 0,9 milliónir krónur.
Sjúkrahúsverkið stendur fyri kanningum innanlands, og hevur avtalur við veitarar í hesum sambandi. Heilsumálaráðið stendur fyri kanningum við landamørk, og kanningum í sambandi við smittusporing, og hevur avtalur við veitarar í hesum sambandi.
Afturat hesum hevur Sjúkrahúsverkið goldið 16,5 milliónir krónur til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyri greiningar. Sostatt er talan um eina útreiðslu upp á tilsamans 83,8 milliónir til uttanhýsis veitarar. Meirvirðisgjald er roknað við í øll hesi tøl.
Síðan 1. oktober í fjør hava ferðafólk til Føroya rindað eitt kravt avgjald fyri korona-kanningina við komu til landið. Taks umsitur innkrevjingina av ferðaavgjaldinum. Og Heilsumálaráðið upplýsir, at higartil eru 25,2 milliónir krónur skrásettar sum inntøka. Henda upphædd er uttan meirvirðisgjald.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021
Siglandi matstovan umborð á Norrønu er tann við flestu tilnevningum til "Faroe Best"-tiltakið, ið heiðrar bestu matstovunum í Føroyum
Tá Norrøna í vetur varð umbygd, hendi fleiri broytingar umborð á Norrønu. Nøkur av støðunum umborð fingu nýtt navn. Matstovan við vakra hetlendskt/norrøna navninum Simmer Dim eitur nú Munkastova, og matseðilin varð eisini skiftur út.
Altjóða matummælarar hava fingið eyguni upp fyri tí, ið nú verður borðreitt í Munkastovu umborð á Norrønu, og tá virdi danski matummælarin, Bent Christiansen, hin 21. november fer at heiðra føroysku matstovuvinnuni á tiltakinum Faroe Best, ið verður hildið í sambandi við ein galladøgurða á Hotel Brandan, er Munkastova tann við flest tilnevningum saman við vertsmatstovuni á Brandan, Húsagarði.
Hesar báðar matstovurnar eru tilnevndar í sjey bólkum. Yvirhøvur eru tær nýggju hotellmatstovurnar væl umboðaðar, tí Hallartún, matstovan á Hilton Garden Inn er til nevnd seks ferðir.
Umframt Munkastovu er tað bert tvær matstovur við bústaði uttan fyri høvuðsstaðin millum tær tilnevndu. Koks er sjálvandi onnur – hin er Fiskastykkið í Sandavági, ið hevur møguleika at vinna heiðurin Ársins smyrjibreyð.
Tilnevningarnar eru hesar í tali: Munkastova 7, Húsagarður 7, Hallartún 6, Koks 5, Barbara 2, Ruts 2, Hotel Føroyar 2 Bitin 1, Fiskastykkið 1, Ræst 1, Etika 1, Angus 1, The Tarv, Áarstova , Hotel Brandan 1, Hilton Garden Inn 1.
Ársins matstova og kokkur
Størst spenningur er sum vera mann hvør verður ársins matstova yvirhøvur. Her eru fýra tilnevndar, og tær eru allar longu nevndar í greinini her: Koks, Húsagarður, Munkastova og Hallartún.
Og so er tað áarsins kokkur, ella kokkapersónligheit innan inspirerandi og modernaða matgerð anno 2021. Bert menn eru tilnevndir: Poul Andrias Ziska, Koks, Áki Herálvsson, Hallartún, Teitur Christensen, Barbara og Janus B. Sørensen, Munkastova.
Bent Christensen, sum gevur út Den danske Spiceguide, hevur sjálvur vitjað í Føroyum nakrar ferðir og etið gott, hevur júst lokað tilnevningarnar, sum ikki bara byggja á hansara egnu metingar, men eisini á aðrar ummælarar, sum hava verið í Føroyum og roynt ymsu matstovurnar.
Tilsamans skulu 13 heiðrar latast á galladøgurðanum 21. november. Hinar tilnevningarnar eru hesar:
Ársins víntænari (sommelier):
Karin Visth, Koks – Ólavur í Búrstovu, Húsagarður – Moritz Müller, Ruts
Ársins matstovuprofilur:
John Mikkelsen, Áarstova – Ólavur í Búrstovu, Húsagarður – Mike Uhre, Munkastova
Ársins nýbrot:
Munkastova – Húsagarður – Hallartún
Ársins lystvekjari (appetizer)/munnbiti/breyð:
Munkastova – Húsagarður – Koks
Ársins smyrjibreyð:
Bitin – Munkastova – Fiskastykkið
Ársins Fiskur & skeljadjór/ræst:
Barbara – Ræst – Etika
Ársins grøna máltíð:
Ruts (Hotel Føroyar) – Hallartún
Ársins kjøt:
Angus – Hallartún – The Tarv
Ársins omaná/søtmeti/kakur:
Munkastova – Hallartún – Húsagarður
Ársins vín & avec
Koks – Húsagarður – Hotel Føroyar
Ársins gist & et stað:
Hotel Brandan – Hotel Føroyar - Hilton Garden Inn
Á gallakvøldinum 21. november verður eisini ein bóklingur, Faroe Best guide’in, løgd fram. Ein hondbók, har ummæli kunnu lesast av matstovunum.
Higartil hava nakrar føroyskar matstovur verið partur av Den danske Spiseguide, men Bent Christensen helt, at dygdin á føroysku matstovunum eru nú komnar upp á eitt so mikið høgt støði, at tær saktans bera at hava sína egnu guide.
Hetta er fyrstu ferð, at ein matstovuguide verður gjørd bert yvir matstovur í Føroyum.
Í januar í ár vórðu heiðrarnir hjá Den danske Spiseguide handaðir føroyskum matstovum. Hetta hendi uttan danska luttøku, vegna korona. Her síggjast tey, ið vórðu heiðrað (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021
Breyðvirkið, sum Fríða Hansen og Randi Olsen reka og eiga, er kosin ársins íverksetari 2021. Tað varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum í gjár
Seinnapartin fríggjadagin varð kunngjørt, at fyritøkan Breyðvirkið, sum tær báðar Fríða Hansen og Randi Olsen reka og eiga, er kosin Ársins íverksetari 2021.
Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð fríggjadagin hildin í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna Breyðvirkið til Ársins íverkseta 2021.
Fríða Hansen (t.v.) og Randi Olsen (t.h) saman við Bárði á Steig Nielsen
Løgmaður segði millum annað:
“Ársins íverksetari hevur í nógv ár havt ein dreym um at byrja egið virksemi við eini dygdargóðari og vistfrøðiligari vøru. Við sínum dirvi, áræði og nýhugsni, hevur Ársins Íverksetari endurskapt tað gamla bakaríið og gjørt tað til eina servinnu. Talan er um eitt lítið breyðvirki, sum ger eina ávísa nøgd hvønn dag, helst uttan matoysl, so burðardygt og vistfrøðilig sum møguligt. Tað, sum sermerkir vøruna, er súrdeiggjið og framleiðslan úr hesum.”
Hóast korona hevur herjað á um allan heimin, kann ársins íverksetari vísa á eitt gott fíggjarlig úrslit. Sostatt kann staðfestast, at ársins íverkseti longu frá byrjan hevur lært at tillaga virksemið eftir truplu umstøðunum, sum korona hevur viðført.
Ársins íverksetari var ein av fyrstu verkætlanum á hópfíggingarportalinum hjá Íverksetarahúsinum. Undirtøkan á hópfígging var stór og tað gingu ikki nógvir tímar, áðrenn tær høvdu rokkið fíggjarliga málinum, sum tær høvdu sett sær á portalinum. Aftaná bert 30 tímar høvdu tær fingið 100 prosent av ynsktu fíggingini.
Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var Rúnar Reistrup, ið hevur verið stjóri og við í menningini av fyritøkuni Depop, sum fyrr í ár bleiv seld fyri 10 milliardir krónur. Dagurin var hildin í Norðurlandahúsinum við luttøku av áleið 300 áhoyrarum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Bryggjaríið OY væntar at koma út við fyrsta brygginum til jóla
Í eini høll á Hálsi í Havn verður nú av øllum alvi arbeitt við at gera klárt til at kunna kynda undir tangunum, ið skulu bryggja øl til nýggja bryggjaríið við navninum OY.
Bryggjhúsið, ið er keypt úr Ísrael, er komið til landið, og verður nú monterað í bygninginum hjá fyritøkuni, ið einaferð æt Tórshavnar Timburhandil. OY skal húsast á 1100 fermetrum í eystara enda av bygninginum, sum vendir út móti Falkavegi.
Her verður meira enn bara bryggjarí, tí talan verður um at gera eitt móttøkuhøli, har vitjandi fáa møguleika at síggja hvussu ølbryggingin fer fram. Eisini verður eitt stað, har møguleiki verður at smakka vøruna – ein ‘brew-pub’, sum tað eitur á fremmandum máli.
Á skeinkingarstaðnum verður eisini møguleiki at sessast og keypa sær ein bita at eta.
- Hetta við at hava ‘visitor-centre’ er ógvuliga vælumtókt á bryggjaríum aðrastaðni, og tað fara vit eisini at hava. Eisini verður ein køkur haðani møguleiki at at keypa sær mat, sum hóskar seg til vørurnar, vit fara at bryggja á staðnum, greiðir Petur Petersen, stjóri frá.
Hann leggur afturat, at talan ikki verður um nakra ‘gourmet restaurant’, men eitt stað við leskiligum mati, ið hóskar seg til øl. Ikki bara munnbitar, men tað verður eisini møguleiki at keypa heilar máltíðir her á nýggja staðnum hjá OY.
Petur Petersen, stjóri
Skal testast fyrst
Í løtuni eru útlendskir montørar i gongd við at seta útgerðina saman, sum er komin úr Ísrael. Hartil eru eisini komnir fleiri tangar, har bryggið skal lagrast.
- Enn vita vit ikki nær vit kunnu koma í gongd við sjálva bryggingina. Tá útgerðin er sett upp, skal hon testast, og ikki fyrr enn vit eru vís í, at gott øl fæst burtur úr í hinum endanum, fara vit í gongd við veruligu framleiðsluna, sigur Petur Petersen.
Vónin er framvegis at kunna koma út við fyrsta brygginum í rúsur og útsølur áðrenn jól.
- Tað tekur tíð at bryggja og lagra gott øl, men okkurt hava vit væntandi klárt áðrenn jól, sigur Petur Petersen, sum á fólkamunni vanliga verður róptur Petur Øl.
Hann sigur, at ætlanin er at bjóða fleiri ymisk øl frá OY – alt frá vanligum pilsnara, yvir IPA og pale ale til stout og sider.
1,2 milliónir litrar um árið
Á bryggjarínum verða 16 lagurtangar, og framleiðsluorkan er roknað til at vera 1,2 milliónir litrar um árið.
- Hetta svarar nøkulunda til ein triðing av føroyska marknaðinum, og tað er eisini har, vit ynskja at vera, sigur Peter Petersen, og leggur afturat, at teir longu nú eru í gongd við eitt ávíst marknaðarføringsarbeiði, so ølirnar frá OY eisini verða at fáa ymsa staðni uttanlands.
Væntandi verða fýra til fimm fólk til arbeiðis, tá bryggjaríið er komið í gongd, og so verður helst eisini brúk fyri meira hjálp, tá á stendur við serligum uppgávum, sigur Petur Petersen, stjóri.
Í nevndini í Pf. OY sita Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Høgni Hansen, Jóhannes Jensen, Rúni M. Djurhuus og Óli Restorff Hansen. Felagið varð stovnað í desember í fjør við 6 milliónum krónum í partapeningi. Hendan upphæddin var í august hækkað við 1,5 milliónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Grundgevingin er, at veruleikin hjá løgmanni er ikki tann sami, sum veruleikin, ið Høgni Hoydal roynir at mana fram
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, valdi rætt sín at lata vera við at svara upp á spurningarnar, tá Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í løgtinginum mikudagin setti honum nakrar munnligar spurningar viðvíkjandi útsøgnunum hjá løgmanni viðvíkjandi leikluti Føroya í hernaðar- og verjumálum.
Spurningarnir vóru til greinina hjá løgmanni, sum hevur staðið í danska miðlinum Altinget.
Fimm mánaða gomul grein
Í tinginum upplýsti løgmaður, at talan er um somu grein, sum fyri fýra mánaðum síðani stóð á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni fyri fimm mánaðum síðani, og skilti ikki, hví øsingin er íkomin nú.
Les: Vesturheimurin er okkara stavnhald
- Umheimurin og eisini danskir miðlar hava áhuga fyri føroysku støðuni til henda spurningin. Altinget bað løgmansskrivstovuna um at fáa eina týðing av greinini, og hesum gingu vit á møgi, tí vit vilja fegin hava fleiri at fata okkara staðfestinv av, at vit eru ein partur av vesturheiminum, segði løgmaður millum annað í svari sínum.
Greinin í Altinget hevur fingið øði í Høgna Hoydal, sum í vikuni sendi eitt skriv til miðlarnar. Hann vísti á, at undirbrotligheitina hjá sambandsfólki er kend í Føroyum, men hann vildi ikki góðtaka, at landsins politiski leiðari fer út í altjóða miðlar við hesum, sum hann kallar ein niðurgering av føroyingum.
Les: Løgmaður niðurgerð føroyingar og falsar søguna
Niðurgering
Og tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni á tingi í dag, setti formaður Tjóðveldis løgmanni nakrar spurningar við støði í hesum. Eitt nú fýlist Høgni Hoydal á, at løgmaður sigur føroyingar hava flogið undir radaran fyri at sleppa undan at at taka støðu í hernaðar- og verjumálum.
Hesum vil Høgni Hoydal ikki góðtaka. Hetta er ein niðurgerð móti eitt nú teimum 226 føroyingunum, sum lótu lív undir øðrum verðaldarhardaga, og teirra familjum. 226 er eitt prosent av fólkinum í landinum – størsta sivila tap undir krígnum yvirhøvur.
Løgmaður tók ikki støðu til teir einstaku spurningarnar, men vísti á, at politiski og søguligi veruleikin hjá honum ikki er tann sami sum tann hjá Høgni Hoydal.
Mótmælis- ella friðargongur?
Bárður á Steig Nielsen vísti á síni barna- og ungdómsár, sum vóru merkt av, at tjóðveldisfólk og onnur gingu mótmælisgongur niðan í Mjørkadal fyri at mæla ímóti, at Nato var til staðar í Føroyum.
Í forleingilsi av tí, so staðfesti løgmaður eisini, at avgerðin um ein komandi eftirlitsradara í Føroyum verður tikin í Føroyum og onga aðrastaðni.
Høgni Hoydal vildi ikki góðtaka søguligu útleggingina hjá løgmanni, og spurdi um hann hevði sína vitan frá Dagblaðnum í sjeytiárunum, tá Óli Breckmann hevði fragd av at kalla friðarfólk fyri “hopphøvd, sum spældu fandango”.
- Nei tað vóru ikki mótmælisgongur móti Nato. Tað vóru friðargongur, fólk sum mótmæltu hóttandi vápnadubbingini, sum hótti við einum triðja verðaldarbardaga um tað mundið.
Løgmaður avrundaði bara turrisliga við at staðfesta, at politiski og søguligi veruleikin hjá Høgna Hoydal ikki er tann sami, sum hjá honum sjálvum, og vísti á at spurningarnir, ið vórðu settir, vóru settir út frá veruleikanum, sum Høgni Hoydal roynir at skapa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Burðaravlopið er tað hægsta síðan 2003
1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5 prosent.
Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á 314.
Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánaða í ár. Juli er vanliga mánaðin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan 2013. Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í 2017.
Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 390 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Vestmanna kommunu, har 11 fólk fluttu úr kommununi.
Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 5,2 prosentum, tað er fimm fólk. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkavøksturin var 3,7 prosent, 50 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi
Mánadagin fer at bera til at taka niður føroyska koronupassið á telefonina. Føroyska talgilda koronapassið verður lætt og ókeypis hjá øllum við føroyskum p-tali at fáa sær. Tú fært koronupassið á corona.fo.
Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.
Føroyska koronupassið er enn ikki endaliga góðkent í ES, men Sjúkrahúsverkið hevur fingið at vita, at góðkenningin kemur í næstu viku. Tí kunnu fólk enn ikki brúka koronapassið, tá ið tey ferðast millum lond. Boðað verður alment frá, tá endaliga góðkenningin frá ES er komin.
Samleikin er lykilin til koronapassið
Neyðugt er at hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at brúka koronapassið. Samleikin er lykilin, sum tryggjar, at tú fært atgongd til koronapassið í telefonini, soleiðis at tú kanst vísa tað fram, har tað er neyðugt.
Fakta um koronapass
• Talgilda koronapassið er ein felags evropeisk loysn, ið skjalprógvar, at borgari er koppsettur, tá ferðast verður í ES og Schengen londum.
• Koronapassið kann takast niður á fartelefonina, sum tú hevur við tær uttanlands.
• Til ber at rita inn á títt koronapass við at brúka Samleikan sum lykil.
• Ein QR kota lesur inn upplýsingar um tína koppseting og koronukanning, sum tú kanst vísa fram, tá ferðast verður um landamørk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður, og Helgi Abrahamsen er komin aftur í tingið, eru broytingar í dag gjørdar í løgtingsnevndunum
Løgtingið samtykti í vikuni at gera broytingar í løgtingsnevndunum í sambandi við, at Magnus Rasmussen er blivin landsstýrismaður og Helgi Abrahamsen er komin aftur í løgtingið. Broytingarnar vórðu einmælt samtyktar.
Broytingarnar hava við sær fylgjandi:
Erhard Joensen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini fyri Magnus Rasmussen.
Helgi Abrahamsen er limur í rættarnevndini og landsstýrismálanevndini fyri Erhard Joensen.
Edva Jacobsen er limur í trivnaðarnevndini fyri Erhard Joensen.
Helgi Abrahamsen tekur við sum varalimur fyri Magnus Rasmussen í uttanlandsnevndini og Útnorðurráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Nógv var á skránni í Suðuroynni farna vikuskiftið, og tá Smyril fór av Krambatanga sunnukvøldið, stóðu nógvir bilar eftir
Um tú fert til Suðuroyar skalt tú ikki vera alt ov vísur í at fáa bilin heim aftur beinanvegin.
Nógv hendi í Suðuroy farna vikuskiftið, og tá Smyril loysti av Krambatanga fyrr sunnukvøldið, stóðu eini 50-60 bilar eftir, staðfesti Suðurrás.
Fleiri tiltøk høvdu verið, og fleiri fótbóltsdystir eisini sunnudagin.
Suðurrás skrivar, at ferðslan um Suðuroyarfjørð økist í hvørjum, bæði við flutningi og ferðafólki.
- Hetta ávirkar bæði møguleikarnar at halda ferðaætlanina teir dagar nógvur farmur er – og so er tað vorðið alsamt vanligari at bilar standa eftir á keiini, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
Avlýstu tí veðrið ikki var til vildar í Vágum mánadagin
Norska flogfelagið Widerøe var sín fyrsta regluliga túr í Føroyum síðsta fríggjadag. Men longu á øðrum túrinum, sum skuldi vera mánadagin, avlýsti flogfelagið.
Samskiftisfólkið hjá Widerøe sigur fyri Kringvarpinum, at tey valdu at avlýsa, tá veðurforsøgnirnar mánamorgunin søgdu, at líkindi neyvan fóru at vera at lenda í Vágum. Widerøe skuldi eftir ætlan koma í Vágar beint fyri middag.
Ferðafólkini, sum skuldu havt verið við Widerøe mánadagin, vórðu ístaðin flogin við SAS umvegis Keypmannahavn.
Widerøe hevur ikki somu RNP-útgerðina í propellflogførunum, sum ger at bæði Atlantsflog og SAS kunnu lenda í Vágum, hóast sýnið er vánaligt.
Widerøe hevur sett sær fyri at flúgva til Føroya tvær ferðir um vikuna – mánadag og fríggjadag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Meðan Norrøna lá í Seyðisfirði fór roykalaramurin í maskinrúminum í gongd. Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum
Seinnapartin í týsdagin fekk Norrøna roykalarm úr maskinrúminum. Hetta hendi meðan skipið lá við bryggju í Seyðisfirði.
Manningin fekk beinanvegin tamarhald á eldinum, sum kom frá einum hjálpimotori. Ongin mansskaði stóðst av hendingini og tey fáu ferðafólkini, sum vóru umborð, vórðu evakuerað í land.
Eftir at maskinrúmið var luftað út, og tamarhald fingin á støðuni, sluppu ferðafólkini umborð aftur, og Norrøna kundi seta kós aftur móti Føroyum sambært ferðaætlanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Ein føroyskur fjeppari hevði roykbumbu við sær inn á Tórsvøll leygarkvøldið, og festi í stutt fyri hálvleik. Fjepparafelagið Skansin biður um umbering, og heitir á fólk um at virða reglugerðina
Sløkkiliðið og løgreglan fóru rennandi yvir til Skansaáskoðararnar á suðursíðuni á Tórsvølli stutt fyri hálvleik í spennandi Føroyar-Danmark-dystinum leygarkvøldið.
Ein fjeppari hevði tikið eina roykbumbu við sær inn á Tórsvøll, og festi í.
Viðkomandi varð skjótt funnin og burturvístur.
Skansin harmaðist dagin eftir um hendingina, og biður um almenna umbering.
- Vit kenna okkum hava ein part av ábyrgdini í hesum, tí at viðkomandi var við sum partur av Skansanum, og vilja vit tí koma við einari almennari umbering. Tí hetta má og skal ikki henda, sigur nevndin í Skansanum.
- Har eru strangar altjóða reglur í samband við tílíkt, og verður hetta tikið í størsta álvara. So um tit, eins og vit, ynskja at Skansin framhaldandi skal hava loyvi at virka undir somu, sera góðu treytum, ið vit í løtuni hava, er tað av alstórum týdningi at reglurnar verða tiknar í álvara. Slíkt má ikki henda aftur, stendur í umberingini.
Lagt verður afturat, at annars vóru fjeppararnir fyrimyndarligir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
Felagið skal m.a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera almennur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt
Týsmorgunin, 31. august, var Stóra Dímun karmur um serstaka vitjan. Útoyggjafelagið og Dímunargarður høvdu bjóðað føroyskum bryggjarum og brennarum á vinnuvitjan í oynni.
Útoyggjafelagið fyllir 20 ár í ár, og í tí sambandi verður skipað fyri eini røð av tiltøkum á øllum útloyggjum. Í juni skipaði Útoyggjafelagið fyri tiltaki í Havn, ið savnaði bryggjarar og brennarar – umframt umboð fyri atknýtt virksemi. Vinnuvitjanin í Dímun varð sostatt eitt framhald av hesum tiltaki.
Vitjanin byrjaði við rundferð og frásøgn í rótaveltunum og framleiðsluhølunum hjá Dímunargarði, har bóndin, Jógvan Jón Petersen, greiddi frá virkseminum hjá garðinum. Síðani vórðu luttakararnir bodnir innar til staðbundnan morgunmat og vinnukjak í fjálgu bóndastovuni.
Tosað varð um viðurskiftini við brygging og brenning í Føroyum, og luttakararnir vórðu á einum orðið um tørvin á felags rødd og samstarvi. Tí vórðu stig tikin at stovna vinnugreinafelag at umboða øl, vín og spiritus-framleiðslarar í Føroyum.
Fyri fáum árum síðani var eittans virki innan hesa vinnugrein, men seinnu árini hevur hendan vinnugrein av álvara tikið seg fram, soleiðis at tað í dag eru fýra bryggjarí í Føroyum, umframt fimm fyritøkur, ið framleiða vín og brennivín. Vinnan er í soleiðis í stórari menning, og tískil er grundarlag fyri at stovna vinnugreinafelag, ið skal virka fyri at menna og bøta um karmarnar hjá hesi vinnu.
Nýggja vinnugreinafelagið fekk heitið, “Bryggja og brenna”, og í nevndina fyri felagið komu: Atli Mikkelsen (Okkara), Óli Hansen (OY), Andras á Lofti (Galdr), Dánial Hoydal (Faer Isles Distillery) og Bárður G. Nielsen (Biskupskeldu). Tiltakslimur varð Bjarni Lamhauge (Faer Isles Distillery). Eftir stovnandi aðalfundin skipaði nevndin seg við Dániali Hoydal sum formanni. Karsten Hansen (Føroya Bjór) varð valdur sum grannskoðari.
Nevndin í nýstovnaða vinnugreinafelagnum, Bryggja & Brenna, Frá vinstu: Andras á Lofti, Bjarni Lamhauge, Dánial Hoydal, Bárður G. Nielsen, Atli Mikkelsen og Óli Hansen
Sambært viðtøkunum er endamál felagsins at vera vinnugreinafelag fyri tær fyritøkur, ið bryggja og/ella framleiða øl, vín og spiritus í Føroyum ella hava vinnu í hesum sambandi. Felagið skal m.a. savna og miðla vitan um brygging og brenning til føroyska samfelagið, verja og røkja áhugamálini hjá limum felagsins og vera offisiellur hoyringspartur, tá evni innan økið verða viðgjørd politiskt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Tað fekk hann fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym. Hetta varð avdúkað til setanina av Mentanardøgunum, ið var í Skúlanum við Streymin hósdagin
Hóskvøldið vóru Mentanardagar 2021 í Sunda kommunu settir. Umframt røður og sangir varð avdúkað, hvør hevði fingið ársins herðaklapp í kommununi fyri 2021.
Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini, og valið fall á Sofus Debes Johannesen frá Gjógv. Grundgevingin fyri at geva honum heiðurin ljóðaði soleiðis:
- Ársins herðaklapp 2021 fær Sofus Debes Johannesen, fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym.
Sofus Debes Johannesen t.v (Savnsmynd)
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar brúnna yvir Streymin og gjónna við Gjógv.
Sofus var burturstaddur á degnum, so systir hansara, Johanna Vang, møtti í hansara stað og tók ímóti heiðrinum.
Trivnaðarnevndin valdi eisini at heiðra bókini "Tey búsettust á Oyrarbakka", sum Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen góvu út fyrr í ár, skrivar sunda.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Partarnir handa sáttmálakrøvini 22. september
Sáttmálasamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag eru so smátt byrjaðar.
Mánadagin var innleiðandi fundur millum samráðingarpartarnar og ætlanir eru lagdar fyri samráðingarfundirnar komandi vikurnar. Partarnir hava avtalað fyrsta fundin at verða 22. september, og tá verða sáttmálakrøvini handaði pørtunum.
- Hesaferð samráðast vit við bæði Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samstundis, tá arbeiðsgevarin hevur gjørt eina rammuavtalu um felags samráðingar. Sum altíð fara vit til samráðingar við vón um gott og munadygt samstarv við sáttmálapartarnar, skrivar Starvsfelagið á heimasíðu síni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Sandoyingar vitja læknan mest – suðringar minst, vísa hagtølini hjá Hagstovuni
Kommunulæknarnir í Føroyum fingu í fjør stívliga 185.000 vitjanir í læknaviðtaluhølum sínum. Tað er ein vøkstur á 11 prosent í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.
Av hesum vóru umleið 25.000 avgreiddar gjøgnum telefon orsakað av covid-19 smittuvanda. Um 4.000 ella tvey prosent av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands.
Hagstovan skrivar, at í miðal vitjaðu vit kommunulækna hálva fjórðuferð um árið. Fólk yvir 70 ár vitja læknan mest, roknað eftir fólkatalinum, konufólk eru oftari til lækna enn menn. Fólk í Sandoyarøkinum vóru mest hjá lækna (6,0 pr. íbúgva) – suðringar minst (2,9 viðtalur pr. íbúgva).
Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er ikki roknað við í yvirlitinum.
Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 95 prosent, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16.
Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Norðoyggjar og Suðuroy seg burturúr við 99 prosent av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Suðurstreym, har umleið 8 prosent var uttan fyri dagtíð.
Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 24.000 fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56 prosent av viðtalunum við konufólk og 44 prosent við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.
Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2020 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,6 til 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við 5,5 til 6,6 viðtalum pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Kann hava samband við at samfelagið hevur lagið meira uppaftur
Gigni boðar frá, at eingin mammubólkur eigur at vera fyribils.
Seinastu vikurnar hevur barnadeildin á Landssjúkrahúsinum havt fleiri og fleiri børn innløgd við RS-virusi, sigur Elmar Ósá, yvirlækni, við útvarpið.
Tað er óvanligt at børn vera innløgd við RS-virusi hesa árstíðina, tí vanliga er tað um veturin.
- Vit vita ikki hvussu nógv er í umferð, men vit síggja eina týðiliga hækking av RS-virus. Og tá vit vita, at tað serliga eru tey, sum eru yngri enn tríggjar mánaðar, sum blíva serliga sjúk, so halda vit at tað er best at bíða við mammubólkunum, sigu Elmar Ósá, yvirlækni á barnadeildini.
Fá børn hava í koronutíðini verið innløgd við smittandi sjúkum. Tað, at fleiri verða innløgd nú, kann hava samband við, at samfelagið er latið meira upp aftur, sigur Elmar Ósá við Kringvarpið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Tað er langt í millum ferðamannaskipini fyri tíðina. Fríggjamorgunin kom eitt 104 metrar langt ferðamannaskip á Havnina
Síðani korona byrjaði at herja kring heimin hava fá ferðamannaskip verið at sæð á føroysku firðunum og við bryggju í Føroyum.
Fríggjamorgunin kom 104 metrar langa ferðamannaskipið Ocean Explorer á Havnina, og legði at við Vónina á Vestaru bryggju.
109 ferðafólk eru við nýggja stásiliga skipinum, sum hevur heldur øðrvísi skap enn vit kenna frá øðrum ferðamannaskipum.
Ocean Explorer fór víðari til Reykjavíkar um kvøldið.
Sunnudagin kemur aftur eitt ferðamannaskip á Havnina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Hevur keypt ein part av felagnum Pf. Líðin
Hanus Hansen, stórreiðari við felagnum JFK í Klaksvík, er nú eisini eigari og nevndarlimur í Pf. Líðini í Kollafirði, sum eigur trolaran Arctic Viking.
Alment er ikki komið fram, hvussu stóran part av felagnum Hanus Hansen hevur keypt.
- Vit ynskja ikki at upplýsa um slíkt, sigur Jóhan Joensen, stjóri í felagnum.
Áðrenn Hanus Hansen kom upp í felagið, vóru teir sjey eigarar í felagnum. Hanus Hansen er nú komin upp í nevndina í partafelagnum sum áttandi maður.
Jóhan Joensen sigur við portal.fo, at nýggju eigaraviðurskiftini ikki fara at fáa nakra ávirkan á raksturin av Arctic Viking.
- Vit síggja tað meira sum ein møguleiki fyri samstarvi, sigur hann.
Arctic Viking er bygdur sum rækjutrolari í 1986, men var í 2019 umvældur fyri 30 milliónir krónur, tá skipið eitt nú fekk nýggjan høvuðsmotor umframt ymsar stórar dagføringar.
Arktic Viking hevur rækjuloyvir í Eysturgrønlandi, russiskum sjógvi, við Svalbarð og í altjóða sjógvi. Í ár hevur skipið keypt rættindi til eisini at fiska kongafisk, svartkalva og annan fisk í altjóða Nafo-øki.
(Savnsmynd Kiran Jóhannesarson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Vestmanna kommuna lýsir nú øki við niðara veg til sølu
Vestmanna kommuna hevur ynski um at fáa íbúðir á øki við Niðara Veg, sum higartil hevur hýst einum smiðjubygningi.
Komman lýsir nú økið til sølu til tann keypara, sum hevur eitt gott hugskot til, hvussu íbúðir kunnu byggjast á økinum.
Talan er um eitt grundøki á 855 fermetrar við einum eldri verkstaðsbygningi, klárur at ríva niður, á.
Í lýsingini frá kommununi stendur, at tað “er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Tá rætta loysnin er funnin, verður gjørdur keypssáttmáli um ognina.”
Freistin at koma við boði er 22. september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Merkisdagur á Føroya Bjór í dag
Fríggjadagin var 35 ára starvsdagur hátíðarhildin á Føroya Bjór fyri Sigfríði Venned.
Hann byrjaði á Føroya Bjór longu, tá ið hann var 21 ára gamal, og hevur starvast nógvu árini við at bryggja og brenna á Føroya Bjór og Einar’s Distillery.
Føroya Bjór varð stovnað í 1888 av íverksetaranum Símun í Vági. Ein støðug menning hevur verið á virkinum tey seinastu árini. Í dag teljast starvsfólkini heili 40 í tali kring landið.
Traditión og íverksetan, saman við góðum og trúgvum starvsfólkum, hevur verið við til at menna fyritøkuna til tað, ið hon er í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Beinta Vilmundsdóttir og Fróði Poulsen hava keypt blómuhandilin Orkis
Blómuhandilin Orkis í Saltangará hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru Beinta Vilmundsdóttir og Fróði Poulsen, sum hava keypt handilin.
Beinta Vilmundsdóttir hevur lært til blómubindara í Orkus við Turið Johannesen sum lærumeistara.
Orkis heldur fram á sama hátt, tó so at Beinta nokk fer at seta sín dám á handilin, sigur blómuhandilin í fráboðan.
- Vit ynskja Beintu og Fróða hjartaliga til lukku við handlinum við ynski um blíðan byr. Vit báðar takka av hjarta okkara mongu viðskiftafólkum, heilsølum, starvsfólki, hjálparfólki, ja øllum, fyri góða undirtøku, gott samstarv og góða hjálp hesi sjey árini, vit hava verið eigarar av Sp/f Orkis, og vit ynskja tykkum øllum alt tað besta, sigur tær.
Blómuhandilin Orkis lat fyrstu ferð dyrnar upp tann 3. apríl 1983 á Heiðavegi í Runavík. Tað var Sámal Erik Djurhuus, sum lat handiln upp. Seinni kom makin, Annette Sonne, at arbeiða har saman við honum.
Eftir nøkur ár í Runavík, flutti handilin inneftir til Glyvrar á Glyvraveg 17. Tann 1. oktobur í 2013 tóku Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir yvir Orkis. Eftir at hava støðst á Glyvravegi 17b í nógv ár, flutti Blómuhandilin Orkis 1. oktobur í 2019 í nýggj høli á Heiðavegi 49 í Saltangará.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Eftir eina heldur slaka byrjan fyrst í árinum, eru hjólini aftur byrjað at mæla, soleiðis at persónsskattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru komnar upp á saman støði sum í fjør. Tað er serliga vøksturin í august mánað, sum hevur ávirkað gongdina rætta vegin.
Fyrr í ár varð tosað um, at inntøkurnar í Klaksvíkar kommunu vóru nakað lægri enn mett. Tí er tað gleðiligt at gongdin er vend og pílarnir aftur peika rætta vegin. Nú fýra mánaðir eru eftir av árinum, kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar aftur eru í vøkstri, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
- Hetta er sjálvsagt gleðiligt, og vit vóna eisini at góða gongdin heldur fram. Virksemið í kommununi er støðugt og vit rokna tí við, at metingarnar fyri 2021 koma at halda, tá ið árið er liðugt, sigur Karl Johansen.
Skattainntøkan í august var 17,7 milliónir krónur, ið er 1,7 milliónir hægri enn í 2020. Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fyri 2021, verður roknað við árligari skattainntøku á umleið 305 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Við nýggju tryggingini hjá Trygd kunnu føroyskar fyritøkur fáa eitt mánaðarligt endurgjald, um starvsfólk gerast óarbeiðsfør í eitt longri tíðarskeið
Við nýggju tryggingini hjá Trygd kunnu føroyskar fyritøkur fáa eitt mánaðarligt endurgjald, um starvsfólk gerast óarbeiðsfør í eitt longri tíðarskeið orsakað av sjúku ella skaða.
Vinnukundar hjá Trygd hava sóknast eftir einari trygging, ið kann geva fíggjarliga hjálp til raksturin av fyritøkuni, um starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið og ikki fáa røkt sítt starv. Tí hevur Trygd ment Fráverutrygd, sum er hin fyrsta tryggingin av sínum slagi í Føroyum.
“Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri smærri fyritøkur, um starvsfólk brádliga verða sjúk ella fáa skaða. Í summum førum kann virksemið steðga upp, um lyklastarvsfólk gerast óarbeiðsfør. Vit hava merkt ein eftirspurning frá okkara vinnukundum, ið vilja tryggja sær, at tað framvegis ber til at reka fyritøkuna, hóast starvsfólk eru burturstødd í eitt longri tíðarskeið. Henda trupulleika vilja vit fegin vera við til at loysa, og tí eru vit farin undir at bjóða Fráverutrygd,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Serliga viðkomandi fyri smærri fyritøkur
Flestallar fyritøkur kunnu tekna Fráverutrygd. Í Trygd vænta tey tó, at tryggingin fer at vera serliga viðkomandi fyri einstaklingavirki og fyritøkur við fáum starvsfólkum - t.d. timburmenn, frisørar og ráðgevarafyritøkur - har longri frávera hjá starvsfólkunum kann fáa víðfevndar avleiðingar fyri virksemið.
Fyritøkur velja tryggingarupphædd og starvsfólk
Ein fyritøka kann velja at tryggja øll síni starvsfólk ella bert útvald lyklastarvsfólk. Tað er fyritøkan, ið rindar fyri tryggingina og fær endurgjaldið, um tryggjaðu starvsfólkini gerast óarbeiðsfør.
Er eitt starvsfólk t.d. tryggjað fyri 20.000 kr. um mánaðin, fær fyritøkan hesa upphædd útgoldna hvønn mánað - í mesta lagi í 12 mánaðir - meðan starvsfólkið er burturstatt.
Fyrimunur fyri dagliga raksturin og gjaldførið
Fráverutrygd gevur fyritøkuni eitt mánaðarligt tryggingarendurgjald, sum kann bøta um gjaldførið og eitt nú brúkast til at seta annað starvsfólk í tíðaravmarkað starv, meðan tryggjaða starvsfólkið er óarbeiðsført. Fráverutrygd kann sostatt vera við til at tryggja, at dagliga virksemið og raksturin av fyritøkuni kunnu halda fram, hóast lyklastarvsfólk verða óarbeiðsfør í eitt tíðarskeið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Tvey-ára avtalan, sum partarnir skrivaðu undir í februar 2020, er nú long tvey ár
Minesto og SEV skrivaðu í februar 2020 undir tvey-ára avtalu um keyp av streymi, sum Minesto framleiðir úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi. Henda avtala er nú longd tvey ár. Eisini benda kanningar á, at Vestmannasund kann bera framleiðslumátt upp til 4MW
Royndarverkætlanin hjá Minesto við sjóvarfalsorku umfatar 200 kW orkuverk í Vestmannasundi. Nýggjastu kanningarnar hjá Minesto benda á, at økið kann bera, at framleiðslumátturin verður øktur upp í 4MW.
– Vit fegnast um at hoyra um framstigini, sum gjørd eru í Vestmannasundi hetta seinasta árið, og síggja fram til framhaldandi samstarv við Minesto um at heysta forsøgnu orkuna úr sjóvarfallinum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Nýggj gransking vísir, at gonga meira enn 7.000 fet ikki minkar um vandan fyri at doyggja tíðliga
10.000 fet hevur í longri tíð verið eitt heitt heilsumál í royndini at fáa nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum.
Men nú vísir nýggj gransking, at 7.000 fet er nóg mikið. Tað skrivar blaðið videnskab.dk, sum vísir til grein í Science Alert.
Í nýggju kanningini hava granskarar funnið fram til, at tey fólkinu, sum gingu 7.000 fet um dagin, í miðal vóru í 50-70 prosent lægri vanda fyri at doyggja tíðliga – sammett við tey, ið gingu minni enn 7.000 fet um dagin.
Kanningin er gjørd yvir 13 ár í tíðarskeiðinum 2005 til 2018.
Tilsamans 2.000 fólk vóru við í kanningini. Talan var um eitt bland av monnum og kvinnum úr USA, við einum miðalaldri á 45 ár. Øll høvdu eitt sokalla accelerometer uppi á sær, eins og tey, ið eru í snildfonum.
Tá kanningin var liðug, vóru 72 av teimum 2.000 ikki longur á lívi.
Men granskararnir kundu staðfesta, at vandin fyri at doyggja tíðliga gerst minni, tess fleiri fet luttakararnir gingu um dagin. Men bara til eitt vist.
Tí fetini yvir tey 7.000 vístu seg ikki at hava nakra ávirkan. Tað vísa úrslitini eftir at granskararnir hava stillað og rættað tølini inn í mun til aldur, kyn, upphav, útbúgving, royking og alkoholnýtslu.
Fleiri kanningar hava annars seinastu árini víst, at fleiri daglig fet minka um vandan fyri at doyggja tíðliga.
Granskararnir leggja tó dent á, at 7.000 ikki er eitt endaligt tal, og at tað helst fer at vísa seg, at komandi granskingar í evninum fara at koma við nýggjum tølum, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Vælumtókta útbúgvingarstevnan verður í Norðurlandahúsinum – á skránni eru fyrilestrar, pallborðsorðaskifti og annað
15. september verður vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum.
Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti.
Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum, skrivar Vegleiðarastovan, sum skipar fyri tiltakinum, í tíðindaskrivi. Útlendsku gestir luttaka talgilt.
Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin, og klokkan 16 er opið fyri almenninginum. Tá eru karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin á skránni.
Fyrilestrarhaldararnir vera Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum greiðir frá um karrieruskifti, Eiler Fagraklett, sum er fluttur til Grønlands at arbeiða og Maiken Skarðenni, sum greiðir frá um karrieru og karrieruskifti.
“Karriera” hevur ein breiðari týdning í sambandi við karrieruvegleiðing. Tað fevnir um lívið og lívsumstøður - um gongdina í lestrar- og arbeiðslívinum. “Karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti.
Til síðst verður eitt pallborðsorðaskifti, har spurt verður: “Kann mann velja røttu útbúgvingina? Eitt orðaskifti um føroyska arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Til at skifta orð um spurningin vera Marita Rasmussen, umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri ALS og Tór Marni Weihe, umboðandi MFS.
Vitjandi fáa høvi at heilsa upp á tey, ið hava bás á Markleysari Útbúgving. Vegleiðingarstovan er væl umboðað sum fyriskipari av tiltakinum, og møguligt verður at fáa avtalu í lag við vegleiðarar um vegleiðing. Eisini eru fleiri føroyskir og útlendskir útbúgvingarstovnar við, ið kunnu greiða frá um júst teirra útbúgvingarleið.
Tilmelding til Markleysa Útbúgving er á nlh.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Síðsta fríggjadag var móttøka á Sjónámi í Klaksvík í sambandi við, at Fischer Heinesen, ið tók stig til at stovna sjómansskúlan, hevði fylt 120 ár – eisini var málningur av Fischer hjá Livar Nysted avdúkaður
Á samkomu í Sjónám fríggjadain 3. september varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at Fischer Heinesen hevði verið 120 ár. Fischer tók stig til at stovna sjónamsskúlan í Klaksvík í 1947, og var hann stjóri har fram til 1975. Eisini var hann havnafúti í eitt drúgvt skeið.
Sjónám hevði heitt á Livar Nysted um at mála ein málning, sum býráðið í Klaksvík hevur latið til høvið – um og av Fischer. Serstaka listaverkið avdúkaði Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini. Jóhanna lýsti Fischer sum ein hóvligan merkismann, ið eisini hevði slóðað fyri.
Seinni greiddi Livar Nysted frá tilgongdini við málninginum, har hann hevði flættað partar av lívinum hjá Fischer inn í myndina. Sluppin, sum hann fór við á fyrsta sinni í 1917, Margretha, ið skotin varð niður á Bankanum av týskarum.
Síðani læknastríðið, Sjómansskúlin og arbeiðið sum havnafúti. Sjálvandi við høvuðspersónurin í miðjuni. Væl funnið uppá og sera hegnisliga samansett, so málningurin ikki virkar uppátikin ella sum ”tivoli” – tvørtur í móti ein beinrakin lýsing, har høvuðsmyndevnið, Fischer, kemur væl fram og stendur væl í málninginum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Abbasonurin, Fischer Johannesen, greiddi frá um abban, sum var ættaður úr Gerðum. Hann fór sum ungur at læra til snikkara í Havn, men var ikki leingi har. Hann valdi at fara aftur til Klaksvíkar og síðani til skips, men tað gekk ikki væl. Sum greitt frá, varð skipið, hann fór við, skotið niður á Bankanum og róðu teir langa teinin inn á Sørvág, har Fischer slapp at sova í seinastu songini, hann hevði gjørt á síni ”snikkaraleið”.
Í 1921 fór hann til Danmarkar á sjómansskúla og tók ”politeknisk”, verkfrøði, fyri at kunnu undirvísa á sjómansskúla í Danmark, har hann var ymsa staðir – eisini sum stjóri.
Fischer kom heimaftur í 1947 og stovnaði saman við øðrum Klaksvíkar Sjómansskúla. Har vóru tvey hold í kjallaranum hjá Fisher – fyrrapart skiparar, og seinnapart telegrafistar. So dagurin var langur, frá tíðliga á morgni og onkuntíð heilt fram til kl. 22 á kvøldi. Tó um miðdagin og nakað fram fór Fischer á havnarskrivstovuna, har hann greiddi tað, hann har skuldi, og so aftur at undirvísa.
Tá ið hann fór frá, helt hann fram at undirvísa í sjómansfakum ymsar aðrar staðir, og eisini umvegis brævskúla. Nógvir av hansara gomlu næmingum vóru til løtuna í gjár, og høvdu nógv gott at bera Fischer, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Ein av næmingunum, Hans Højgaard úr Fuglafirði, greiddi frá afturvið einum kaffimunni, at Fischer av ringum royndum dámdi einki serligt ”myndugleikarnar í Havn”. Hans gekk uppá skúla 1964/65. Tá hevði Fischer fingið boð úr Havn um, at skúlin skuldi leggjast niður.
Sjálvandi hevði Fischer mutað í móti, men fekk hann at vita, at um miðaltalið hjá næmingunum ikki lá omanfyri eitt vist (sett nakað høgt), so varð skúlin avtikin. Hetta hevði Fischer latið næmingarnar vitað og eggjaði teimum at leggja sær alt væl í geyma, teir lærdu. Eisini fingu teir gamlar próvroyndir sum uppgávur at kalla hvørja viku. Úrslitið varð, at Sjómansskúlin í Klaksvík var munin framman fyri teir í Havn, og so varð ikki snakkað meir um niðurlegging av skúlanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Verður frumsýndur á altjóða filmsfestivali í San Sebastian í næstum
“Michelin Stars II – Nordic by Nature” er heiti á einum dokumentarfilmi um matstovuna Koks, sum verður frumframsýndur á altjóða filmfestivalinum í norðurspanska býnum San Sebastian 22. september.
Upptøkurnar til filmin eru farnar fram yvir 18 koronuraktar mánaðir, har filmsliðið fylgdi kokkinum Poul Andrias Ziska og hansara arbeiði í Koks.
Danski filmsleikstjórin Rasmus Dinesen hevur gjørt filmin saman við framleiðarunum Kristian Brask Thomsen og Jesper Jarl Becker.
Filmsliðið hevur fylgt kokkinum og hansara veitarum so hyggjarin eisini sær hvaðani maturin kemur. Myndir eru bæði í ræning til bjarga og úr bláa dýpinum eftir jákupsskel, iguker og hummara.
Poul Andrias Ziska
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Familjutiltak verður á keiøkinum í Vági, tá sluppin Johanna TG326 er karmur um ein maritiman dag
Í dag verður familjutiltak á keiøkinum í Vági, tá 137 ára gamla sluppin Johanna TG326 er karmur um ein maritiman dag. Á skránni er ymiskt, sum kann knýtast at havinum.
Byrjað verður klokkan 11, tá áhugafelagið Sjódypp bjóðar øllum, bæði royndum og óroyndum, at royna havsvimjing uttan fyri pirin í Vági. Klokkan 12.30 verða gomlu Grindabátarnir flotaðir, og frá klokkan 14 verða fleiri tiltøk á keiøkinum, har Johanna TG326 og M/S Thorshavn hava opið skip. Eisini kemur Brimil til Johannudagin og hevur Brimil opið skip frá klokkan 14 til 17. Eisini verður Actionboat á fjørðinum við ymiskum undirhaldi, og somuleiðis er møguligt at leiga kajakkir frá Suðuroyar Kajakk. Á keiini verður eisini hoppiborg og kør við livandi djórum.
Klokkan 14.30 verður togtogan yvir um Smyrlakeiina og djúphavnina, har taparin endar í bátahylinum. Eisini verður skattajakt til børn.
Klokkan 16 verður stórt vatnkríggj á fjørðinum og við keiina. Í vatnkrígginum luttekur Brimil, Sløkkiliðið í Vági, Johanna TG326 og almenningurin. Í sambandi við vatnkríggið verður heitt á øll, sum eiga bátar, um at koma á fjørðin og luttaka í krígnum. Og er tað onkur, sum hevur pláss í bátinum, so er bara at bjóða fólki á keiøkinum við. Heitt verður á øll um at taka vatnpistólar við, og um ynski er at sleppa í bátar, so er bjargingarvestur krav.
Klokkan 17 tendrar Johanna TG326 grillina í tjaldinum á keiøkinum, har høvið verður at keypa vælsmakkandi Johannubúffarnar. Tá kvøldið nærkast verður felagssangur í tjaldinum klokkan 19, og klokkan 22 verður bryggjudansur við Hans Jacob Hjelm í tjaldinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Kappróðrarfelagið Strálan vísir fram nýggja 6-mannafarið í dag
Í dag verður ein stórur dagur hjá Ungmannafelagnum Stráluni á Strondum. Hendan dagin kemur nýggi kappóðrarbáturin, sum felagið hevur ognað sær.
Tað er John Høgnesen úr Norðragøtu, sum hevur bygt felagnum nýtt 6 mannafar. Søguliga sæð er hetta sermerkt, tí abbi fyrrnevnda John, Engelbreth Hansen, var maðurin, sum í 1991 bygdi ta fyrstu Stráluna, sum hevur vunnið fleiri FM-heitir fyri felagið, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.
Í sambandi við at nýggja Strálan kemur til bygdina, ynskir felagið at vísa bátin fram við neystið leygardagin kl. 17. Vitjandi fáa okkurt leskandi og søtt til góman.
Til hátíðardagin selur Strálan eisini venjingarútgerð, sum hevur staðið í fyrrverandi venjingarhølinum í bygdahúsinum. Av hesum kann t.d. nevnast tvær rógvimaskinur, súkkla, crosstrainer, steppari, ryggbonkur. Vegna plásstrot í venjingarhølinum í neystinum fer henda útgerð fyri hægsta boð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Deiggj er partur av Rokki í Vestmanna í kvøld. Har fara rokkararnir úr Suðuroynni á pall við sínum Uriah Heep showi, ið hevur fylt hallir og spælistøð kring Føroyar seinastu nógvu árini
Deiggj kom úr bollanum í 1981. Hetta merkir at Deiggj fyllir 40 ár í ár. Hetta bleiv hátíðarhildið á útseldari konsert í Salt seinasta leygarkvøld. Men nú sleppa vit norðanfjørðs eisini at hátíðarhalda bólkin. Sum navnið Deiggj sipar til, so er talan um eina samanvevjing av fleiri tónleikabólkum, eitt nú Den Med Tyren, Cross Town Traffic, Ignition og Thunderbirds av Tvøroyri.
Deiggj hevði í áttati- og nítiárunum rættiliga stóra útskifting í bólkinum, men um aldarskiftið gjørdist manningin føst, og í dag talan um ein vælsmurdan og samanspældan rokkbólk, ið osar av spæligleði.
Teirra Easy Living tiltøk við Uriah Heep tónleiki eru vorðin legendarisk, og klassisku løgini hjá Uriah Heep liggja so væl til bólkin, at teir í fleiri førum hava verið á palli við John Lawton, fyrrverandi sangara í Uriah Heep, og hava eisini spælt til Uriah Heep stevnur kring Evropa.
Tað er ein heilt serlig gleði at bjóða Deiggj vælkomnum á Rokk í Vestmanna, og at bjóða áhoyrarunum eina ferð inn í sangskattin hjá Uriah Heep.
Umframt Deiggj, bjóðar Rokkur í Vestmanna, føroysku bólkarnar Hamradun, MC-Hár og Brim, og íslendsku Pink Floyd tulkararnar Dúndurfréttir.
Rokkur í Vestmanna er kanska størsta rokktiltak á árinum, og verður leygarkvøldið 11. september á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Í ár eru 30 ár síðan MC-Hár varð stovnaður, og verður tað hátíðarhildið í sambandi við Rokkur í Vestmanna, sum er partur av Vestmannadøgunum hesa vikuna
Føroysku rapp rokk pionerarnir MC-Hár hava seinastu árini livað eina stilla tilveru, men kunnu í ár hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag og tað verður gjørt í Vestmanna.
Stovnaðir í djúpu kreppuni í 1991 var bólkurin partur av ljóðmyndini til nítiárini í Føroyum. Fløgan 'Framvegis uttan vit', gav korrektheitini ein frammaná, og ung í øllum aldrum tóku løg sum 'Jomfrú rapp', 'Tú ert deyðir' og 'Andaliga samveru' til sín.
Á Prix Føroyum 99 var MC-Hár farligi avbjóðarin, ið blandaði seg við favorittarnir og vann seg upp á eitt triðja pláss. Hetta gjørdist lopfjølin til tær stóru konsertirnar í høllum kring Føroyar, og sum høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini og á fyrsta G! Festivalinum, umframt luttøku á Spot Festivalinum í Århus.
Seinastu 15-20 árini hevur bólkurin verið virkin árliga ella hálvárliga, og hevur m.a. spælt á fleiri ólavsøkukonsertum enn nakar annar bólkur, á Summarfestivalinum, í Loppen á Christiania og á flestu føroysku pallum.
Tað eru tó heili 26 ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Vestmanna á Rock í Føroyum konsert. Tí hevur tað ein nærum siðsøguligan dám, at bólkurin eisini verður við, nú Rokkur í Vestmanna, kanska størsta rokktiltak á árinum, verður á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni.
Rokkur í Vestmanna er partur av Vestmannadøgunum, ið hava verið alla hesa vikuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Rokkur í Vestmanna byrjar við einum lokalum braki, tá Brim fer á pall við góðum og vælsvingandi rokkløgum í kvøld
Rokkur í Vestmanna byrjar við einum lokalum braki, tá Brim fer á pall við góðum og vælsvingandi rokkløgum.
Bólkurin varð stovnađur í Vestmanna í 2001 og hevur tí, eins og tveir aðrir av bólkunum hetta kvøldið, MC-Hár og Deiggj, rundan føðingadag í ár.
Við 20 árum á baki er hetta ein royndur bólkur, ið hevur spælt til dans og tiltøk um alt landið, og ger tað enn.
Teir, ið mann bólkin, eru kendir harrar úr tónleikalívinum í Vestmanna.
Lesnaður og útbúgvingar uttanlands hava gjørt sítt til, at Brim hevur havt skiftandi manningar hesi 20 árini. Einans Vagnur Streymoy og Dávur Magnussen eru enn við av teimum, ið byrjaðu bólkin. Tó kann nevnast, at Jónsvein á Rógvu bleiv partur av bólkinum trý ár eftir stovnanina.
Vagn Streymoy og Jónsvein á Rógvu kenna vit úr 90ara rokk/grunge bólkunum Razamanaz og Mind Field, sum báðir luttóku á Prix Føroyum síðst í 90unum.
Dávur Magnussen spældi við tungmálmsbólkinum Silent Eyes, sum luttók á Prix Føroyum í 1999.
Jóan Pauli Magnussen var ungi bassúrmælingurin, sum fyrstu ferð trein á pallin við Brim í 2009.
Fyrr í ár vaks Brim úr 4 limum til 5 limir. Nýggjur maður er gittarsnidlingurin Sergio Martínez Muñoz, sum fyri tveimum árum síðani flutti til Vestmanna úr Cancún, Meksiko, har hann í eini 20 ár livdi sum tónleikari.
Brim fer á pallin leygardagin 11. september við nýggjari spæliskrá, har The Beatles, Rolling Stones, Status Quo, Bonney M og The Monkeys verða skift út við Queen, Twisted Sister, Guns n' Roses, AC/DC, KISS og Ozzy Osbourne.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina, har Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll, og Kári Annand Berg fara at spæla
Í fjør vóru fyriskipararnir noyddir at útseta konsertina við James Blunt orsakað av koronu, men nú kemur heimsstjørnan endiliga.
Enski hitt-sangarin, James Blunt, kemur saman við sínum dugnaliga tónleikabólki at framføra eina av sínum Once Upon a Mind Tour-konsertum fyri føroyingum. Hann man vera millum størstu einstaku tónleikanøvnini, vit hava sæð í Føroyum. Hansara lætti popp/rokk tónleikur hevur hugtikið heimsborgarar í 15 ár, og eisini í Føroyum hava hansara løg verið nógv spæld í lurtunum.
James Blunt staðfesti sítt navn á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams. Útgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini “You’re Beautiful” og “Good Bye My Lover”, sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00’unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company.
Síðani Bed of Bedlams hevur James Blunt givið út eina røð av útgávum, og eisini hevur hann samstarvað við aðrar tónleikarar. Í 2017 hittaði hann saman við Robin Schulz við lagnum “OK”, og í 2018 framleiddi hann saman við Lost Frequencies lagið “Melody”, sum kleiv upp á tónatindarnar kring allan heim. James Blunt hevur vunnið hópin av viðurkenningum og tilnevningum.
Hetta verður ein minnisríkt kvøld, tí nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina. Øll James Blunt atgongumerki eru eisini galdandi til dansin og 90ara kvøldið eftir konsertina. Til dansin spæla Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll og Kári Annand Berg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Í døgunum 17. – 25. september verða fimm konsertir við Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen
Komandi tíðina fara Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen á eina minikonsertferð í Føroyum.
Herborg og Evi hava áður sungið saman til einstøk tiltøk, og eru rættiliga samdar um, hvat fyri tónleikur liggur teimum á hjarta.
Evi vitjar í Føroyum í nakrar vikur í september, so tær báðar hildu, at tað var eitt upplagt høvi, at syngja eitt sindur saman.
Tær báðar fara at syngja egin løg og kend coverløg - ein góður blandingur av country og folktónleiki. Rakul spælir guitar og syngur kór.
Konsertferðin byrjar í dag á Café Karinsa í Hvalba. Tá verða tvær konsertir klokkan 16 og 20.
17. september klokkan 21 verður stovukonsert hjá Herborg í Dalalíð í Havn, 24. september klokkan 21 verður konsert á Bryggjuni í Vestmanna, og konsertferðin endar á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík 25. september klokkan 20.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Hetta er fyrstu ferð, at hon fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðan mars 2020 – konsertir vera í Odense, Aalborg og Keypmannahavn
Odense, Aalborg og Keypmannahavn.
Hesir vera býirnir, ið føroyska songkvinnan Lena Anderssen vitjar, nú hon á fyrsta sinni aftur fer at framføra uttan fyri landoddarnar síðani mars 2020.
Í gjárkvøldið trinu Lena og hennara bólkur á pall á spælistaðnum Dexter í Odense. Hóskvøldið 16. september verður konsert í Huset í Aalborg og leygarkvøldið 18. september vitjar Lena so í Keypmannahavn, har framført verður í Kulturium Teater í Ishøj.
Við sær hevur Lena tónleikararnar Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur, umframt Alexander Gaard Joensen, ið stendur fyri ljóðinum.
Seinasta árið eru trý nýggj løg av komandi útgávuni State of the Land útgivin. Umframt heitislagið, so eru sangirnir "Aimee" og "The Airport" eisini útgivin, og hava tey verið at hoyra bæði í Føroyum og uttanlands, eitt nú á P4 í Danmark og BBC í Bretlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Eitt av mest nýttu vegastrekkjum í miðbýnum í Havn verður stongt fyri allari ferðslu leygardagin og í tvær vikur fram. Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu
Í eina tíð hevur bara borið til at koyra oman í býin umvegis Køkubúðbrekkuna, men leygardagin verður stongt fyri allari ferðslu undantikið bussleiðini.
Av tí at talan er um arbeiði við stórum bilum og maskinum og um spreingiarbeiði, er tað bara Bussleiðin og arbeiðsakfør hjá Andriasi Berg, sum hava loyvi at koyra í brekkuni í J. Paturssonar gøtu í tíðarskeiðnum, sigur kommunan.
Brekkan verður fyrst og fremst stongd av trygdarávum, men eisini fyri at fáa arbeiðið munandi skjótari liðugt. Parkerinsøkið í brekkuni er eisini stongt alt tíðarskeiðið.
Talan er eitt av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum í Havn, og kommunan heitir á borgarar um at vísa atlit, og vera í góðari tíð tá aðrar farleiðir verða nýttar.
- Fyri at ferðslan á hesum alternativu leiðunum heldur ikki gerst alt ov tøtt í roktíðini, er tað gott, um tað til dømis ber til at møta einar 15 minuttir fyrr ella 15 minuttir seinni til arbeiðis, sigur Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum, og hevur verið her í meira enn túsund ár, men mundi doyð út
Aftan á áheitanir og ynski frá bæði ungum og eldri kemur endiliga ein bók, sum snýr seg um føroyska rossið.
Beinta Johannesen hevur skrivað hesa vøkru og kunnandi bók, og Cécile Zahorka hevur myndprýtt við fotomyndum. Bókin er innbundin, 66 síður, og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.
Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum?
Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Almennar dansiframførslur verða í Løkshøll komandi vikuskiftið
Hvørt ár savnast áleið 60 ungdómar í eina viku við tí endamálið at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk.
Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og -koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar, og soleiðis er DansiEksperimentið fyri øll. Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.
Í ár ber eitt nú til at síggja dansibrot í dansistílunum hiphop, modernað, popping, ‘heels’ og eksperimenterandi dansi, eisini í samspæli við livandi tónleiki.
DansiEksperimentið er ein verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, og í ár vera almennu framførslurnar vikuskiftið 18. og 19.september í Løkshøll í Runavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Fyrsta landstreymsanlegg til uppsjóvarskip tikið í brúk í Neskaupstaði
Í Íslandi er nú møguleiki hjá uppsjóvarskipum at landa fongin uttan at hava ljósmotorarnar í gongd.
Í Norðurfjarðarhöfn hava tey fingið landstreymsanlegg, og seinasta hóskvøld var skipið Vilhelm Þorsteinsson tað fyrsta, sum knýtti seg í landstreymin, tá landað varð til Síldarvinnsluna.
- Hetta er eitt stórt fet framá fyri umhvørvið og okkum vitandi er hetta fyrstu ferð, at eitt fiskifar hevur fingið landstreym við so stórum mátti, skrivaði Sildarvinnslan á heimasíðu síni.
Verksmiðjan hevur í longri tíð, heilt síðan 2013, arbeitt við at fáa hesa skipan, og tey nýggjastu skipini í flotanum, Vilhelm Þorsteinsson og Börkur eru eisini útgjørd at fáa orkuna úr landi. Arbeitt verður eisini við at seta hesa skipan í skipið Beiti.
Harvið fór øll landingin, bæði køling og pumping og annars øll streymnýtslan umborð, fram við grønari orku úr landi.
Roknað verður við, at 300.000 litrar av olju kunnu sparast árliga, tá øll skip, ið landa í Neskaupstaði, fáa streymin úr landi.
(Mynd: Sildarvinnslan / Smári Geirsson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Ein fyritøka í Sweits hevur saman við íslendingum bygt heimsins størstu verksmiðju, ið kann fanga og goyma CO2 í íslendsku undirgrundini.
Henda einastandandi verksmiðjan kann taka 4.000 tons av CO2 út úr luftini um árið og goyma tað í undirgrundini, har tað verður til grót, skrivar tíðindastovan Reuter.
Framleiðslan byrjaði mikudagin og hevur longu fingið nógva umrøðu kring allan heimin, har royndir verða gjørdar at finna tøkniligar loysnir, har til ber at fanga og goyma CO2.
Talan er um sveisisku fyritøkuna Climeworks AG, sum í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Carbfix hevur lagt seg eftir at granska í at fanga og taka CO2 úr luftini og pumpa tað niður í undirgrundina.
Tey 4.000 tonsini svara til árliga útlátið frá 790 akførum. Árliga CO2 útlátið í heiminum í fjør var, sambært IEA, (International Energy Agency) 31,5 milliardir tons. Serfrøðingar siga, at hetta slagið av tøkni er av alstórum týdningi fyri at minka um upphitingina av klótuni.
Verksmiðjan í Íslandi hevur fingið heitið “The Orca plant”, vísandi til íslendska orðið fyri orku. Verksmiðjan fevnir um átta stórar konteynarar av sama slag, sum verða brúktir í flutningi millum lond. Har eru so filtur og útgerð til at taka CO2 úr luftini. Hetta verður so blandað við vatni og pumpað niður í undirgrundina, har tað spakuliga verður til grót. Verksmiðjan verður rikin við varandi orku, sum stavar frá eini geotermiskari orkuverksmiðju í grannalagnum.
At fanga CO2 beinleiðis úr luftini er framvegis ein sera torfør og kostnaðarmikil tøknilig uppgáva, men mennararnir vóna at kunna lækka prísirnar. Í løtuni eru 15 verksmiðjur kring heimin, sum savna meira enn 9.000 tons av CO2 um árið sigur IEA.
Amerikanska oljufelagið Occidental arbeiðir í løtuni við eini risastórari verkætlan at fanga og goyma CO2, har ein millión tons av CO2 skulu takast úr luftini nærhendis teirra oljuøkjum í Texas.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Slepti stórar klettar á einum varðveitingarverdum sjóøki
Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er stevndur fyri rættin í Bretlandi, tí felagsskapurin fyrr í ár dumpaði stórar klettar í eitt øki í Ermasundi fyri at forða fyri, at troling fer fram í økinum.
Tað er sjóvinnuumsitingin hjá bretsku stjórnini, MMO, sum hevur meldað Greenpeace UK og tess stjóra, John Sauven. Klettarnir vórðu í februar sleptir í einum øki út fyri Brighton, ið verður mett at vera eitt serstakt øki, og er tí lýst sum Marine Protected Area, MPA.
Fyrsti rættarfundur í málinum var í farnu viku í rættinum í Newcastle.
Sauven og Greenpeace UK nokta seg sek í ákærunum. Sauven er í vanda fyri at vera dømdur upp í tvey ára fongsul fyri sín leiklut í málinum. Greenpeace verjir seg við, at tey beinanvegin boðaðu myndugleikunum frá knattstøðunum, har klettarnir vórðu sleptir. Skipaferðslan varð tí beinanvegin ávarað gjøgnum radio. Tey vísa eisini á, at talan var um klettar úr granitt, sum er natúrliga grótslagið í økinum. Klettarnir liggja eisini á einum so stórum dýpi, at teir onga ávirkan hava á havbotn og umhvørvið.
Men hóast hesar undanførslur, so er tað framvegis ólógligt at gera slík inntriv heldur enn at fylgja demokratisku spælireglunum, og tí var tað ólóligt, sum miljøfelagsskapurin gjørdi, verður víst á.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Nú ferð er við at koma aftur á virksemið letur Mærsk aftur dyrnar upp fyri m.a. føroyingum
Fyrst fór oljuprísurin í botn. Síðani kom korona og steðgaði nærum øllum virksemi hjá eitt nú reiðaríum innan olju- og gassvinnuna. Eitt teirra, Mærsk Supply Survice, sum í mong ártíggju hevur verið eitt gott og trygt arbeiðspláss hjá føroyskum sjómonnum, taldist millum harðast raktu donsku arbeiðsplássini, og hetta komu eisini føroyskir sjómenn at merkja. Fleiri teirra, sum høvdu tænt hjá hesum kenda og vælumtókta reiðaríinum, vórðu uppsagdir saman við mongum øðrum útlendskum starvsfeløgum. Frá at hava havt 2100 fólk í arbeiði minkaði talið niður í helvt.
Nú oljuprísurin er komin aftur á beint og ringastu avleiðingarnar av korona hava lagt seg, merkist tað í veitaravinnuni. Eitt nú hjá Mærsk Supply Service, sum so spakuliga er farið at sóknast aftur eftir fólki at manna flotan, ið røkir uppgávur kring allan heim. Og nú føroyingar hava gott orð á sær, eru aftur boð eftir teimum at manna tey mongu skipini hjá Mærsk.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Magnus Rasmussen, vinnuráðharri taka ímóti Steen Karstensen, Mærsk stjóra og føroyska Mærsk skiparanum Kjartan Mohr. (Mynd Jan Müller)
Varisliga bjartskygdur um framtíð
Nýggi stjórin hjá Mærsk Supply Service, Steen S. Karstensen, sum hevur fylgt gongdini hjá fyritøkuni í hesum broytingartíðum síðani 2016, er varisliga bjartskygdur um framtíðina. Hóast korona enn ikki hevur lagt seg heilt og vitandi, at oljuprísurin aftur kann falla, so er hann farin at trúgva uppá framtíðina aftur hjá hesi vinnuni. Og hann er sannførdur um, at eisini føroyingar kunnu vera við til at lyfta og fáa Mærskflotan aftur á beint – serstakliga tá man hevur teirra royndir og trúfesti í huga.
Hann gjørdi tí nú um dagarnar av at fara á sína fyrstu vitjan nakrantíð til Føroya – fyrst og fremst við tí fyri eygað – at siga føroyskum sjómonnunum hjá Mærsk og teirra familjum tøkk fyri gott útint arbeiði og samstarv.
Og í hesum sambandi gekk leiðin eisini út í Tinganesi, har hann somuleiðis takkaði løgmanni og vinnuráðharranum fyri góða samstarvið, sum hevur verið millum Mærsk og Føroyar í so mong ár. Eisini vissaði hann teir báðar oddamenninar um, at ein framgongd í virkseminum hjá fyritøkuni fer vónandi eisini at gagna føroyskum sjómonnum, sum fyritøkan hevur havt so góðar royndir av.
Undir vitjanini í Føroyum nýtti Mærsk-stjórin høvi til at hitta teir føroysku sjómenninar, sum manna Mærsk skip og sum vóru heima um hetta mundið – saman við familjum – og bjóða teimum til ein betri bita í Kirkjubø.
Hóast hetta er fyrstu ferð Steen vitjar Føroyar, so viðgongur hann, at hann hevur góð minni um Føroyar og greiðir frá, at hann hitti konu sína umborð á føroysku Norrønu í 1983, tá ferjan sigldi millum Korsør og Kiel.
Grøna skiftið fyllur meira og meira
Føroyingar hava seinastu øldina verið við til at manna mong av skipunum hjá Mærsk samtakinum. Mærsk Supply Service er so ein av fyritøkunum í samtakinum.
Fyrr hevur fyritøkan burturav arbeitt innan olju- og gassvinnuni, men tíðir broytast, og í dag eru alsamt fleiri uppgávur innan grønu orkuvinnuna, eitt nú á vindorkuøkinum. Skip hjá Mærsk hava eisini átikið sær uppgávuna at taka upp plastburturkast í Kyrrahavninum, har eisini føroyskir skiparar hava staðið á brúnni. So fyritøkan roynir at vera virkin partur av bæði grøna orkuskiftinum og arbeiðinum annars at steðga umhvørvisdálkingini.
Mærsk eigur í dag 43 skip, harav 11 bíða eftir uppgávum. Felagið hevur trý sløg av skipum:
AHTS: Anchor handling vessel
SSV: Subsea support vessel
PSV: Platform supply vessel ( bert 2 í Brazil)
Í dag arbeiða 47 føroyingar hjá Mærsk Supply Service, av teimum 16 skiparar, 15 maskinstjórar og 8 yvirstýrimenn.
Steen Karstensen vísir á, at ein út av fýra skiparum hjá teimum eru føroyingar. Ein orsøk til høga talið av føroyingum á brúnni og í maskinuni er tann, sigur Steen, at teir eru sera dugnaligir og royndir og hava lætt við at umstilla seg til øðrvísi avbjóðingar so sum korona, ið setir sera stór krøv til bæði medarbeiðarar og familjur teirra. Tað krevur fleksibilitet brádliga at kunna vera 5-6 mánaðir umborð uttan manningarsskifti. Og her hava føroyingar víst seg at vera ótrúliga loyalir og fleksiblir.
- Hóast hetta hava mongu kreppurnar seinastu 7 árini verið við til, at vit hava verið noyddir til at siga farvæl til fleiri føroyingar eisini. Nú eru vit tó við at síggja eitt lítið ljós í endanum av tunlinum, leggur hann aftrat. Tey síggja, at íløgur koma aftur til hesa vinnuna, sum er farin at líkjast henni undan korona í 2020, sum gjørdi eitt øgiligt inntriv í virksemið uppá umleið ein triðing av forrætningini. Neyðugt var at leggja nógvar verkætlanir á hillina ella heilt at strika tær.
Hóast Steen Karstensen stendur á odda fyri eini fyritøku, sum í mestan mun livir av at veita tænastur til olju- og gassvinnuna, so veit hann, at neyðugt er at vera partur av grøna skiftinum.
- Øll í okkara vinnu hava fokus á grøna skiftið. Øll vita, at tað kemur og royna vit at brúka verandi kompetansur innan olju og gass í tí grøna skiftinum eisini. Og so sjálvandi eisini okkara maritimu kompetansur.
Føroyingar, ið manna skip hjá Mærsk, her á vitjan í kirkjuni í Kirkjubø.
Arbeiða á øllum heimsins høvum
Danska stjórnin gjørdi herfyri av at steðga nýggjari oljuleiting. Av tí at Mærsk Supply Service fyri tað mesta arbeiðir kring allan heimin, í dag serstakliga í Vesturafrika, Angola, Nigeria, Australia, Brasilia, Meksikanska Flógvanum og í New Foundlandi og eisini í Bretlandi, so hevur arbeiðið í sambandi við leiting í Danmark, ikki so stóran týdning. Fyritøkan er tó virkin í framleiðsluni á danska landgrunninum, men seinastu fimm árini er arbeiðið har nógv minkað.
Mærsk sær so eisini Norra sum ein framtíðar marknað hjá felagnum og hevur avgjørt at lata upp skrivstovu í Bergen. Hetta hendir um somu tíð, sum fleiri amerikanskar fyritøkur hava latið aftur. Fyritøkan hevur ikki verið so virkin har áður og halda tey, at tíðin er tann rætta til at menna virksemið har eisini. Fleiri av skipunum hjá reiðaríinum eru bygd í Norra og hóska væl til norska marknaðin.
Mærsk byggir sítt virskemi á dugnaligar medarbeiðarar og oftani eisini nýggja tøkni, sum verður brúkt í sambandi við truplar uppgávur. Tey hava bygt upp eina kjarnukompetansu við at bjóða fram pakkaloysnir, ið bæði umfata FPSO framleiðsluskip umframt viðlíkahaldsuppgávur av ymsum slag. Eisini verður størri og størri orku brúkt til flótandi vindorkuverkætlanir. Olja og gass eru tó framvegis høvuðsuppgávan, men skipini verða nú eisini í støðugt størri mun brúkt í grøna orkuskiftinum eisini.
Mærsk Supply Service leggur seg eisini eftir at menna sítt egna grøna skifti við eitt nú at minka um oljunýtsluna og útbúgva manningarnar til hetta umframt at leggja seg eftir at gera royndir við biofuel og hava teir m.a. bílagt ein battarípakka til ein av teirra ankerhandlarum.
Stjórin viðgongur, at tað er ikki bara sum at siga tað at finna grønar loysnir til verandi skip, tað má tí vera til nýggju skipini teir fara at byggja. Hann viðgongur, at uppá longri sikt hvørvur olju- og gassvirksemið, men kortini fara tað at ganga nógv ártíggju, áðrenn farið verður heilt frá hesum orkukeldunum.
Decommissioning partur av framtíðini
Mærsk fyritøkur eru eisini farnar saman inn í nýggju decommissioning vinnuna, har gamlir oljupallar og útbúnaður verða flutt til lands og tikin sundur til endurnýtslu. Talan er um eitt joint venture millum Mærsk Supply Service og Mærsk Drilling. Felagið Mærsk Decommissioning hevur júst fingið eina stóra uppgávu í Mauretania.
Undir vitjan síni í Føroyum legði Mærksstjórin eisini leiðina inn á gólvið hjá FOÍB, har hann varð kunnaður um føroyska veitingarvinnu og royndirnar hjá Føroyum at fara undir leiting eftir kolvetnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Sir Ian Wood telist millum fremstu vinnulívsmenn í Skotlandi nakrantíð. Hann heldur tað vera “absolutely crazy” at steðga oljuútbyggingum
Um somu tíð sum bíðað verður eftir eini avgerð frá bretska oljumyndagleikanum OGA, Oil and Gas Authority, um loyvi til eina stóra olju- og gassútbygging eystan fyri Føroyar, nevnd Cambo, verður dúgliga kjakast í serstakliga skotsku miðlunum fyri og ímóti útbyggingini.
Grundgevingarnar fyri at geva loyvi eru m.a., at Bretland fer at hava tørv á oljuni og gassinum til egna nýtslu í mong ár aftrat, og verður útbyggingin ikki framd, so verður neyðugt at innflyta olju úr londum, sum als ongar reguleringar hava í framleiðsluni. Eisini verður víst á avleiðingina, sum forðan av útbyggingini, fer at hava fyri tey 200.000 arbeiðsplássini í oljuvinnuni og fyri stóru skattainntøkurnar.
Hinvegin vísa mótstøðufólkini á veðurlagsmálið og halda, at ein útbygging fer bara at dálka enn meira og als ikki liva upp til andan og endamálið við altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Glasgow í november.
Málið hevur eisini fingið kendar politikarar at úttala seg, hóast avgerðin liggur hjá myndugleikunum. Fyrstiráðharrin og forkvinnan í SNP, stjórnarflokkinum í Skotlandi, sum er undir trýsti frá teimum grønu, hevur heitt á Boris Johnson um at endurskoða loyvini, sum eru latin. Til tað sigur bretski forsætisráðharrin, at hann kann ikki fara inn og bróta gjørdar avtalur.
Nú verður so bíðað eftir avgerðini hjá loyvismyndugleikanum OGA, sum tað ljóðar fer at geva grønt ljós til útbyggingina, um hon livir upp til allar treytirnar. Spurningurin er bara nær tann avgerðin verður tikin, undan ella eftir COP26 veðurlagsráðstevnuna.
Absolutely crazy at steðga útbygging
Nú eru so eisini kend vinnulívsfólk í Skotlandi farin út á “barrikadurnar” til frama fyri útbyggingini.
Ein tann kendasti og mest virdi vinnulívsmaðurin í Skotlandi og fyrrverandi stjóri í risastóru vinnulívsfyritøkuni Wood Group, Sir Ian Wood, letur nú hoyra frá sær í nógv umrødda Cambo-málinum, har umhvørvisfólk og politikarar í Skotlandi royna at steðga útbyggingini av stóru olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar.
Hann sigur í eini viðmerking í BBC, at tað fer at vera “absolutely crazy”, vitleyst og burturvið, um nýggj oljuleiting og nýggjar útbyggingar av oljufundum verða steðgaðar eitt nú vestan fyri Hetland. Eitt slíkt stig fer at vera eitt stórt afturstig, tí tað kann fáa avleiðingar fyri lokala eftirspurningin eftir olju og gass, við tí avleiðing, at neyðugt verður at innflyta olju og gass úr londum, sum hava lítið og einki eftirlit við framleiðsluni.
Ian Wood segði víðari við BBC Scotland, at kemur málið uppá politiskt støði, so eigur bretska stjórnin at loyva oljufeløgunum Siccar Point Energy og Shell at útbyggja Cambo oljukelduna, ið aftur kann koma at tryggja veitingartrygdina hjá øllum Bretlandi umframt at varðveita tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni.
Sir Ian Wood sigur, at fer stjórnin at lurta eftir krøvunum at steðga hesi og øðrum útbyggingum eins og leiting, so fer tað í síðsta enda at skaða umhvørvið. Oljuvinnan hevur nevniliga ein týðandi leiklut í royndunum at fremja tað grøna skiftið, og hetta sæst m.a. aftur í avtaluni, The Transition Green Deal, sum oljuvinnan og myndugleikarnir í Bretlandi hava gjørt, og har málið er at fremja tiltøk til tess at minka um CO2 útlátið við eitt nú at elektrifisera verandi og komandi oljupallar.
Sir Ian Wood var stjóri í Wood Group frá 1967 til 2006 og nevndarformaður til 2012. Í dag er hann nevndarformaður í “Opportunity North East”, sum er sett á stovn av privatum fyritøkum til tess at víðka um og menna búskapin í norðureystara partinum av Skotlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2021
Í farnu viku varð higartil størsta vindmylnulund til havs í Norðurlondum tikin í nýtslu í Danmark
Talan er um ikki færri enn 72 vindmyllur, 188 metrar høgar, sum nú framleiða streym til tað, sum svarar til nýtsluna hjá 600.000 húsarhaldum í Danmark um árið.
Lundin, sum er uppá 604 megawatt liggur 15 til 40 metrar úr landi út fyri Møns Klint á Horns Rev í Eystursjónum. Myllurnar koma frá svensku fyritøkuni Vattenfall, og fara at økja um streymframleiðsluna í Danmark við 16 prosentum.
Tað var Fríðrikur prinsur, sum saman við Simon Kollerup, ráðharra fyri ídnaði, handli og fíggjarmálum, sum tendraði fyri nýggju vindmylnulundini, Kriegers Flak, ið ger Danmark leiðandi landið við grønari orku og gevur dønum grønu føraratroyggjuna. Hetta er tó bert eitt stig á leiðini. Skjótt verður skjøtil settur á bygging av øðrum vindmylnulundum og tveimum orkuoyggjum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Talið á lesandi úr ES-londum á bretsku universitetunum er nógv minkað, síðan bretar fóru úr ES
At Stórabretland er farið úr ES merkist væl á bretsku universitetunum í ár. Millum tey mongu, sum eru byrjað at lesa eru nevniliga nógv færri lesandi úr ES-londum.
Á heysti í ár eru 11.700 evropeisk lesandi innskrivað á bretsku universitetunum, vísa tøl frá Universities & Colleges Admissions Service. Í fjør vóru fleiri enn tvífalt so nógv – 27.750.
Sambært fleiri universitetum er ein partur av orsøkini helst koronafarsóttin, men størsta orsøkin er Brexit.
Inntil 2020 var tað ikki so torført hjá ES-borgarum at sleppa at lesa í Stórabretlandi, men nú bretar eru farnir úr ES, skulu lesandi søkja um visum fyri at fáa loyvi at lesa í Stórabretlandi, nakað, ið kann vera bæði kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi.
Ein onnur orsøk er prísurin hjá bretsku universitetunum. Undan Brexit skuldu lesandi úr ES gjalda tað sama sum bretar (í mesta lagi 9.250 pund, ella 80.000 krónur pr. lestrarár), men tað er broytt nú. Sambært Ritzau skulu evropeisk lesandi í summum førum gjalda meira enn tvífalt, og í summum førum trífalt, so nógv sum bretsk lesandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
Seks palestinar brúktu eina rustaða skeið fyri at sleppa til rýmingar
Við eini rustaðari skeið eydnast tað seks palestinskum fangum at grava seg út úr einum vælvardum fongsli har norðuri í Ísrael mánanáttina. Millum rýmdu fangarnar er ein fyrrverandi herleiðari.
Flýggjanin hendi úr sera væl varda Gilboa-fongslinum.
Alarmurin fór í gongd mánanáttina. Tað hendi tá ein bóndi fekk eyga á seks fangar, sum runnu gjøgnum akur hansara. Bóndin boðaði løgregluni frá, skrivar The Jerusalem Post.
Fangarnir komu út við at grava eitt hol niður í gólvið á einum baðirúmi og víðari út um fongsulsmúrarnar.
Sambært ísraelskum miðlum bendir okkurt á, at fangarnir fingu hjálp uttanífrá. BBC skrivar, at graviarbeiðið er farið fram gjøgnum fleiri mánaðir.
Sambært The Jerusalem Post hava teir seks fangarnir, sum sótu í sama kliva, brúkt eina rustaða skeið. Tá teir ikki gróvu, fjaldu teir skeiðina aftan fyri eina plakat.
Holið verður kanna nærri (Mynd: EPA)
Løgreglan í Ísrael setti eina umfatandi leiting í verk. Bæði herur og servandir agentar hjá trygdarløgregluni Shin Bet vóru við í arbeiðinum.
Vegaforðingar vórðu settar upp, og servandir hundar sendir út til kanningarstøðirnar rundan um Gilboa, nærhendis markið til Vestara Áarbakka.
Millum teir rýmdu er Zakariye Zubeidi, ein fyrrverandi herleiðari í býnum Jenin á Vestara Áarbakka. Eisini eru tríggir limir í bólkinum Islamiskt Jihad millum teir rýmdu. Hesir tríggir sita lívstíðardómar fyri álop móti ísraelum, har fólk hava ligið eftirá.
Bólkar sum Hamas og Islamiskt Jihad fagnaðu hendingina.
- Hetta er ein hetjuhugað gerð, ið hevur elvt til skelk í ísraelsku trygdarskipanini, skal Daoud Shehab, talsmaður fyri Islamiskt Jihad hava sagt.
Hert eftirlit við markið millum Ísrael og Vestara Áarbakka (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Hávard Vatnhamar rann marathonteinin beint undir tríggjar tímar, og endaði nummar 10 av 12 á paralympisku leikunum
Tað var ein glaður Hávard Vatnhamar, sum sigursrómur hoyrdist frá á leikvøllinum í Tokyo, har hann sunnunáttina kom á mál eftir at hava runnið marathon fyri Føroyar á paralympisku leikunum.
Hann kom á mál við tíðini 2.58.27, og tað er hansara besta tíð. Í síðsta strekkinum yvirhálaði Hávard nærmasta kappingarneytan og tók tíggjunda plássið av tólv.
Hávard Vatnhamar hevði sett sær sum mál at klára undir tveir tímar og 57 minuttir, so hann var nærum so nær, sum hann kundi.
Kringvarpið sendi beinleiðis frá marathon í sjónvarpinum, og hevði Trónd Ravnsfjall, sum var í Tokyo saman við Hávardi, í telefonini meðan føroyingurin kom á mál. Løtan tá Hávard Vatnhamar kom á mál bleiv tíverri ikki víst í sjónvarpinum.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
Risafavorittarnir høvdu sum væntað stóra yvirvág í regninum í Gundadali mánakvøldið, men við málið, ið Steffan Løkin syrgdi fyri, tíggju minuttir inn í annan halvleik, og knallhørðum arbeiði frá vælskipaða liðnum hjá Bagga og Atla, kom eitt stig í hús
Teir høvdu ein spælskipara á miðvøllinum, ið Real Madrid síðst í august keypti fyri 30 milliónir evrur. Málskjúttin hjá teimum skoraði fyri stuttum móti AC Milan og hevur trý mál í fýra dystum fyri Nice í Ligue 1 í ár. Flestu veddingarfyritøkurnar høvdu Frakland sum so stóran favoritt, at tað ikki bar til at seta pening á teir - stig til Føroyar gav peningin heilt nógvar ferðir aftur.
Vit hava leikarar, sum eru lærlingar innan m.a timburarbeiði og handil, eru lesandi á Setrinum, eru studentaskúlanæmingar o.s.fr. Seks av leikarunum, ið helst høvdu byrjað inni, vóru ikki tøkir, men allir, ið vóru á vøllinum í Gundadali, bardust sum úlvar á skóg.
Hetta gav eisini úrslit, tí hóast risastóra franska yvirvág - høvdu bóltin yvir 70 prosent av tíðini, høvdu 30 skot mótvegis tveimum, 12 hornaspark mótvegis ongum o.s.fr - og eitt heldur óheppið franskt mál longu í 8. minutti, so fingu Føroyar stig.
Steffan Løkin gagnnýtti møguleikan hann fekk, tá fraklendingar gjørdu eitt mistak (Mynd: Bjarni Enghamar)
Tað var Steffan Løkin, ið tíggju minuttir eftir stegðin einsamallur legði trýst á eftir ein langan bólt. Illan Meslier, ið vanliga verjir malið hjá Leeds United, rakti illa, tá hann skuldi alvera stutt, B68-áleyparin fekk fatur á leysa bóltinum og úr áleið 40 metrum fekk hann júst nóg mikið av ferð á, so at bólturin kundi rulla í franska málið til 1-1.
Hóast tungt franskt trýst, hildu føroyingar fast við sera hørðum og góðum arbeiði og fingu tann flottasta javnleikin í søguni hjá U21-landsliðnum. Eitt á pappírinum skert lið, men framúr væl sett upp av Sámal Erik Hentze, ið hevur fingið stig í fimm útav níggju dystum sum U21-venjari.
Føroyar - Frakland 1-1 (0-1)
8’ Amine Gouiri 0-1
55’ Steffan Ábrahamsson Løkin 1-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Tvey mál uppá fýra minuttir tryggjaði tey trý stigini, tí so kostaði gávan til Moldova í 84. minutti einki. Klæmint Andrasson Olsen legði Føroyar á odda við góðum stútari eftir flott álop miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Heini Vatnsdal økti við sínum fyrsta landsliðsmáli
Fyri fyrstu ferð síðani 15. oktober 2019 hevur føroyska A-landsliðið hjá monnum vunnið ein undankappingardyst, og fyri fyrstu ferð síðani tann dagin hava Føroyar vunnið ein heimadyst, har tað hava verið meira enn nakrar heilt fáir áskoðarar.
Føroyar tóku av møguleikarnum at basa tí á pappírinum veikasta liðnum í bólkinum á heimavølli, og tóku av ta løtuna í dystinum har man helst var mest omaná.
Í 63. minutti vórðu Jákup B. Andreasen og Jóan Símun Edmundsson skiftir inn, og samstundis skifti Håkan Ericson til eina 4-4-2 leikskipan. Hetta eydaðist heilt væl, og 1-0 málið var ógvuliga flott gjøgnumført: Góðar bóltflytingar í vinstru, síðani Jákup sum skifti spælið yvir til Hall Hansson, sum úr stórum 25 metrum svingaði innarusíðuna og fann væl Klæmint Andrasson Olsen, ið hevði runnið púra rætt. Rituvíkingurin sveimaði og stútaði sítt sjeynda landsliðsmál inn og Føroyar á odda.
Klæmint A. Olsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tríggjar minuttir seinni, eftir ein stóran málmøguleika, fingu okkara trýst bóltin inn eftir gott horna frá Brandi Hendrikssyni Olsen, ið stríddi seg ígjøgnum 85 minuttir hóast nakað av trupulleikum við knænum, úr vinstru. Málverjin bjargaði heilt væl royndini frá Jákupi mitt fyri, men Heini Vatnsdal fylgdi væl upp, og vágbingurin, ið var stinnur í miðverjuni, fekk sítt fyrsta landsliðsmál.
Tað líktist meira 3-0 enn 2-1, tí Klæmint hevði ein stóran møguleika afturat, men so kiksaði við samskiftinum millum Teit Gestsson og Gunnar Vatnhamar, sum annars afur í dag leiktu væl. Milinceanu kundi prikað leysa bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu, og so var trýst á eina løtu.
Føroyingar stóðu ímóti, og í síðstu sekundunum kundi Hallur økt eftir góða umstilling. Men tað endaði 2-1, og so kundi fantastiski Skansin fegnast saman við leikarunum, sum eftir tvey góð avrik - á ymsan hátt - seinastu fýra dagarnar, nú fingu stig í skjáttina.
2-1 og Føroyar hava nú fýra stig eftir fimm umfør í bólkinum. Fyrst í oktober vitja Eysturríki og Skotland á Tórsvølli.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
HM-undankappingarbólkur F
Tórsvøllur 07. september
Føroyar - Moldova 2-1 (0-0)
68' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
84' Nicolae Milinceanu 2-1
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (63' Jákup Biskopstø Andreasen), Heini Vatnsdal, Daniel Johansen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen (85' Hørður Askham), Meinhard Egilsson Olsen (63' Jóan Símun Edmundsson) - Klæmint Andrasson Olsen (85' Andreas Lava Olsen)
Heini Vatnsdal (Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2021
Fríspark, reytt kort til René Shaki Joensen og so mál frá Jonas Wind, ið hesaferð ikki varð kolldømt av VAR: Føroyska A-landsliðið hjá monnum gav saman við áskoðarunum eina framúr heildaruppliving leygarkvøldið, men tað rakk ikki til eitt gandakent stig
Føroyar fingu ikki eitt stig í landsdystinum leygarkvøldið, men liðið vann í øllum førum fólksins tokka aftur, um hann var partvíst burtur eftir dystin móti Ísrael, so ruddiliga.
Hetta kundi av álvara staðfestast, meðan FØROYAR-rópini geltu, beint eftir síðsta bríksl á Tórsvølli. Ikki bert frá tí heilt framúr góða Skansanum, ið fyrimyndarliga væl stýrdi tí stuðlinum, sum skumpaði føroyingar fram, men frá øllum á flotta tjóðarleikvøllinum, sum eftir seinnasta bríksl reistu seg og heiðraðu einum framúr góðum avriki móti liðnum, sum var ógvuliga nær við at spæla seg í EM-finaluna í summar, og sum er styrkismett sum eitt av teimum bestu tíggju í heiminum.
Fimm minuttir fyri tíð megnaðu okkara ikki at halda meira, og tað var serstøk kensla, ið ein sat eftir við eftir dystin: Errin, og heldur rørdur, men samstundis eitt sindur vónbrotin og við eitt sindur av irðan - ikki orsakað av nøkrum føroyskum mistaki, men av tí at tað, sum teir í hvítum og bláum framdu, við frálíku stuðli frá áskoðarunum, ikki rakk til eitt søguligt stig, ið hevði verið eitt tað flottasta, ið Føroyar nakrantíð hava fingið.
Skotið hjá innskifta John Frederiksen í yvirtíðini og serliga stútarin hjá Jóan Símun Edmundsson á tvørtræðið, tá beint undir ein tími var leiktur, eru eitt gott súmbol uppá, hvussu nær við vit vóru at fáa heilt stóra úrslitið.
HM-undankappingarbólkur F
04. september 2021
Føroyar - Danmark 0-1 (0-0)
85' Jonas Wind 0-1
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (72' Heini Vatnsdal), René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar (90+2' Andreas Lava Olsen) , Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (89' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (89' John Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Landsliðsvenjarin stórfegnaðist um, at huglagið á Tórsvølli var so gott í dystinum móti Danmark, og Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson meldaðu seg í kórið. Tað verjukenda spælið hjá Føroyum sá heilt gott út í kvøld, sigur Håkan Ericson
Vanliga hava vit møguleikan at gera video-samrøður við føroysk umboð eftir landsdystir, men orsakað av UEFA-avgerð fyrr leygardagin, bar hetta ikki til eftir dystin millum Danmark og Føroyar á Tórsvølli, ið danir óvæntað bert vunnu 1-0.
Føroyingar hava vanliga ikki tíðindafund eftir heimadystir, men av somu orsøk, vóru Håkan Ericson, Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson á tíðindafundi í nýggja hølinum á nýggju vestaru síðuni, stutt eftir at danir høvdu havt sín.
Ernir og forelskaðir
Tað vóru ikki smávegis orð, ið Håkan Ericson nýtti, og Hallur Hansson, sum fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðir spældi 90 minuttir, varð eisinki "raktur":
- Man føldi veruliga, at man varð borin fram, og eg eri eisini forelskaður; sjálvt um daman helst ikki dámar at hoyra tað. Vit reisa okkum ótrúliga væl eftir vónbrotið móti Ísrael. Vit eru eisini vónbrotnir nú, men vit gera alt, sum vit kunnu, og tað var tíverri ikki nóg mikið. Eg eri bara errin og glaður yvir, at eg slapp at leiða liðið út og vera til til hetta, sum man hevur glett seg til so leingi.
Hallur Hansson og AC Horsens endaðu samstarvið, eftir fimm ár, í summar. Liðformaðurin hjá Føroyum hevur ikki eitt felag í løtuni, men hann vísti seg væl fram í kvøld (Myndir: Jens Kr. Vang og Sverri Egholm)
29-ára gamli liðformaðurin viðgekk, at danir hóast alt høvdu sigurin uppibornan:
- Danskararnir eru dugnaligir. Teir nýttu nógvar ungar leikarar í kvøld men eg kenni til dømis fleiri frá Superligaini, og teir eru ógvuliga evnaríkir. Vit trúðu allatíðina uppá tað, og serliga sum dysturin leið, men tað er uppiborið, at teir vinna dystin.
29-ára gamli Teitur Matras Gestsson avloysti Gunnar Nielsen í mun til dystin móti Ísrael, og HB-málverjin tók veruliga av. Hann hevði fleiri góðar bjargingar og var, sum vanligt, sterkur í spælinum við føtrunum.
- Hetta er ein av teimum størstu dystunum, ið man kemur at spæla, og tað gekk væl. Tað er harmiligt, at vit ikki fáa stig burturúr, men upplivingin við øllum rundanum er tann sjúkasta, ið eg havi havt á einum vølli.
Verjuspælið er batnað munandi - vildi ikki spara móti Danmark
Vit spurdu Håkan Ericson hvat lykilin var, at man helt 0-0 í 85 minuttir, í mun til venjingardystin í Herning í fjør, har danir vóru á odda 4-0 í hálvleikinum.
- Vit eru nógv betri defensivt nú. Eg havi sagt fyrri, at vit hava lært mest av dystinum í Herning, tí vit gera nakra eyðsæddar feilir har, og danir spæla lættliga ígjøgnum okkum. Tað er millum annað nakað við tað at gera við, hvussu eg vil hava bakketuna at flyta seg, ið er nakað øðrvísi, í mun til hvat leikararnir eru vanir við. Tað høvdu teir ikki heilt forstaðið tað, men nú er tað eyðsæð nógv betri.
Um dystarmyndina segði svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum soleiðis:
- Teir høvdu bóltin ógvuliga nógv men skaptu ikki nógv, og vit høvdu eisini góðar støður. Vit vilja gjarna vera meira offensivur í dystum, men teir spæla við ógvuliga nógvum leikarum langt frammi á vøllinum, og talan er um eitt sera bólttrygt lið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
- Eg føldi, at eg bleiv tíggju ár eldri í kvøld. Landsliðsvenjarin hjá Danmark heldur ikki, at teir kunnu taka nakað við frá hesum dystinum uttan tey trý stigini - hann hevði bert rósandi orð til føroyska liðið og Tórsvøll
Hann rósti føroyskum fótbólti í Herning í fjør. Tað gjørdi hann eisini á tíðindafundinum undan og so sanniliga eftir 1-0 dystin leygarkvøldið, har Danmark bert var fimm minuttir frá skommini.
Kasper Hjulmand klappaði út til áskoðarnir, ið samanlagt skaptu eitt frálíkt huglag og tyktist at hjálpa føroysku leikarunum væl ávegis.
- Tillukku til føroyingar. Fyri hendan leikvøllin og tann stemningin, ið tit megnaðu at skapa. Og tillukku til liðið, sum framdi eitt megnar avrik, stríddist fyrimyndarliga væl og gjørdi tað ógvuliga torført fyri okkum.
Kasper Hjulmand var annars meira fámæltur enn vanligt, og tað vóru Christian Nørgaard og Jonas Wind eisini. Tann síðstnevndi gjørdist sigursharri við frálíkum stútara eftir frísparksinnlegg fimm minuttir fyri leiklok. Hann bíðaði við at fegnast heilt, tí málið skuldi ígjøgnum VAR - beint fyri hálvleik hevði hann smekkað bóltin upp í longra máhornið, men tá var hann í rangstøðu beint áðrenn.
Jonas Wind. FCK-áleyparin viðgekk, at talan ikki var um eitt gott kvøld fyri danska liðið, og at føroyingarnir gjørdu tað sera trupult fyri teir (Mynd: Sverri Egholm)
Danir royndu ikki at finna umberingar fyri laka avrikið hjá teimum, og Hjulmand hevði eisini eftir seinasta bríksl víst leikarunum á ymiskar veikleikar í avrikinum. Teir róstu heldur føroyingum fyri at vera so góðir í verjustøðu og at arbeiða so hart, og so ikki minst avrikið á áskoðaraplássinum.
- Tað er trupult tá man spælir ein slíkan dyst, sum jú á ymsan hátt er ein av teimum størstu, ið teir á motstøðuliðnum nakrantíð fara at spæla. Vit spæla ov seint og óklókt í summum førum. Teir góvu alt, sum teir høvdu, við fantastiskum stuðli aftanfyri seg, og gjørdi alt sum ein "underdog" skal gera rætt, við millum annað at taka ferðina úr dystinum. Eg føldi tað sum um, at eg bleiv tíggju ár eldri undir dystinum í kvøld.
At føroyingar skuldu havt spælt heldur hart, sum onkur danskur tíðindamaður rói framundir, kveistraði Christian Nørgaard úr Brentford FC burtur, og Hjulmand segði, at hansara menn í summum førum ikki komu nóg væl inn í nærdystirnar.
Danmark spældi við fleiri óroyndum leikarum og einum slagi av eykaliði, men heilt líknandi varð eisini gjørt í mars til dystin móti Moldova, ið endaði 8-0.
Spurdur um danska liðið kann taka nakað við frá dystinum á Tórsvølli í kvøld, svaraði Hjulmand einfalt:
- Nej.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Katrina Sjóvará, Sunnvá Fagradal Johansen og Maria Biskopstø hava á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til A-landsliðið við kvinnum. Kára Djurhuus, Monika Biskopstø og Eyðvør Klakstein eru aftur. 23 leikarar eru úttiknir
A-landsliðið við kvinnum byrjar undankappingina til HM 2023 á Tórsvølli móti Spania um tíggju dagar, 16. september. Fýra dagar seinni tekur Skotland ímóti á Hamden Park í Glasgow.
Lene B. Terp, landsliðsvenjari, hevur í hesum sambandi givið 23 spælarum landsliðsboð.
Katrina Sjóvará, Sunnvá Fagradal Johansen og Maria Biskopstø hava á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til A-landsliðið við kvinnum. Harumframt eru Kára Djurhuus, Monika Biskopstø og Eyðvør Klakstein aftur at finna í føroyska hópinum.
Hópurin:
Ásla Johannesen, AGF (DK)
Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)
Jacoba Langgaard, B36
Katrina Sjóvará, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Valborg Østerø, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EB/Streymur/Skála
Sunnvá Fagradal Johansen, EB/Streymur/Skála
Kára Djurhuus, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal Jacobsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Monika Biskopstø, AaB (DK)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Tvey mál komu í hvørjum hálvleiki í Hoyvík, har nógvir áskoðarar vóru. Undrið fekk øll málini, og skal í 2022 spæla í næstbestu deildini á fyrsta sinni
At Undrið spældi fyri at avgerða alt i dag sást beinanvegin. Heimaliðið legði skjótt eitt trýst á gestirnar út Hvalba, men tað kom ikki hol á.
Kanska var tað, at nógv stóð uppá spæl, men teir flestu av teimum mongu uppmøttu askoðarunum koyrdu á Undrið, og eftir áleið hálvan tíma bragdaði. Stutt seinni varð 2-0. Í báðum førum var tað verjuleikarin Sverri Petersen, sum í summar kom úr AB, ið vísti styrki upp á deybóltar - seinna málið var ein frálíkur stútari frá Sverra.
Poul Ingason, sum í seinastuni hevur spælt við Royn, hevði ein stóran málmøguleika beint áðrenn stegðin, tá trýstið hjá Undrið var linkað. Heimaliðið var tó eisini betri eftir steðgin, og tvøramaðurin Sjúrður Jensen og innskifti Tóki Næss Rasmussen settu móti endanum veruliga gongd
4-0 sigurin á Royn gjørdi, at Undrið, sum í stóran mun er bygt á sterkt samanhald, kundi stórfegnast eftir seinasta bríksl.
Tað merkir at Undrið skal spæla í næstbestu deildini næsta ár á fyrsta sinni.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2021
Kvinnurnar vunnu við seks málum á StÍF - menninir vunnu á VÍF eftir longda leiktíð, og bæði Filip Jojic og Peter Krogh skoraðu 13 mál. Stórsteypadystirnir í høllini á Hálsi vóru startskotið til hondbóltskappingarárið
Tað vóru steypavinnararnir, ið bastu føroyameistarunum í høllini á Hálsi sunnudagin, tá spælt var um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum. Stórsteypadystirnir eru almenna startskotið til hondbóltskappingarárið, og tað vóru hoyvíkingar, ið vóru omaná.
StÍF, sum í apríl gjørdist føroyameistari á fyrsta sinni, var á odda 7-5, tá eitt korter varð leikt, men so tóku hoyvíkskvinnur yvir og vóru á odda við seks málum í steðginum. Munurin var eisini seks mál, tá hallarurið vísti 60.00. Liðið hjá StÍF líkist tí, sum vann FM, men var í gjár nakað yngri, og Poula Dulavík Berg var ikki við. Lív S. Poulsen, ið gjørdi stóran mun í vár, er farin aftur til Danmarkar at spæla hondbólt.
H71 hevur mist Maritu Mortensen, men aðrar traðkaðu í gjár til, tá tá kemur til málskjóting. Talan er um eitt ungt lið, og ein av teimum nýggju leikarunum í ár er Lukka Arge, sum hevur spælt hondbólt á Frederiksberg í Keypmannahavn, og sum varð toppskjútti í EFH Championship kappingini fyri U19-landsliðið í Georgia í juli.
Hoyvíkskivinnur kundu fegnast eftir trygga sigurin í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Hjá monnum var talan um ein javnari dyst. VÍF rann fyri tað mesta aftaná, men fekk syrgt fyri at tað bleiv longd leiktíð. Har vóru teir svørtkløddu stinnari, og teir vunnu við tveimum málum á liðnum, sum basti teimum í FM-finalunum. Stórskjúttarnir Filip Jojic og Peter Krogh vóru stórspælandi við 13 málum hvør
VÍF hevur mest merkisvert mist Olsen-brøðurnar, Julian og Sjúrð, ið báðir eru í Danmark nú. Eingin Mladen Mjerimacka var í málinum sunnudagin.
Hjá H71 var Pauli Jacobsen at síggja í málinum - hann er komin aftur til føroyskan hondbólt eftir nøkur ár í Skanderborg.
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Landskappingarnar byrja í vikuskiftinum - sí skrá niðanfyri og meiri útgreinað á hsf.fo
Dystirnir um Lionsbikarið - stórsteypadystirnir
Sunnudagin 5. september
(Kvinnur) H71 - StÍF 27-21 (16-10)
Toppskjúttar: Lív Bentsdóttir Zachariasen 7 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál, Elsa Egholm 5 mál, Haruka Gima 5 mál
(Menn) VÍF - H71 31-33 eftir longda leiktíð (28-28 eftir vanliga)
Toppskjúttar: Filip Jojic og Peter Krogh 13 mál, Hallur Árason 7 mál
1. umfar í landskappingini
Kvinnur:
Leygardagin 11. september
18.00: H71 - EB
Sunnudagin 12. september
14.00: StÍF - Kyndil
15.00: Stjørnan - VB
Menn:
Sunnudagin 12. september
16.00:
KÍF - VÍF
Neistin - Team Klaksvík
StÍF - Kyndil
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
Ingibjørg Olsen skal hetta kappingarárið spæla fyri ÍBV, ið er í bestu íslendsku deildini
ÍBV Hondbólti bjóðaði í vikuni alment Ingjibjørg Olsen vælkomna í felagið. Hon flutti fyri stuttum til Íslands saman við unnustanum Dánjal Ragnarssyni, sum í mars gjørdi sáttmála við ÍBV til og við kappingarárið 2023/2024.
Nú er greitt, at Ingibjørg Olsen, ið fyllur 21 í næsta mánaða, eisini skal umboða felagið á Vestmannaoyggjunum og skal spæla á hægsta støði í Íslandi hetta kappingarárið.
ÍBV skrivar, at talan er um ein kvikan leikara, sum umframt at vera høgri vongur kann spæla í bakteuni, og at Ingibjørg er fallin væl inn í hópin.
Ingibjørg Olsen skoraði í 2020/2021 98 mál í Burn-deildini.
Kvinnurnar og menninir hjá ÍBV byrja uppá landskappingina næsta vikuskifti.
Ingibjørg í dysti fyri VÍF síðsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2021
Í gjár byrjaði árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi
Fríggjadagin 9. september byrjaði árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi.
Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør vóru fríggjadagin, tvey í dag og tvey sunnudagin.
Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Hvørt norðurland - Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland, Finnland og Føroyar - hevur tvey umboð í hvørjum flokki. Í bólki A telva teir elstu, 19 og 20 ára gamlir, føddir í 2001 og 2002. Í bólki B eru telvararnir 17 og 18 ára gamlir, í bólki C 15 og 16 ára gamlir, í bólki D 13 og 14 ára gamlir, og í bólki E eru telvararnir 11 og 12 ára gamlir. Í øllum bólkum uttan bólki B eru í alt tólv telvarar. Í bólki B telva tíggju og ikki tólv - Noreg hevur einki umboð í hesum bólki.
Føroyar hava ikki altíð havt tvey umboð í hvørjum bólki, men nú kappingin er í Føroyum, er full umboðan.
Føroysku telvararnir saman við føroyska stórmeistaranum, Helga Dam Ziska
Føroyska vónin
Eftir styrkitølunum er bara ein av føroysku telvarunum, sum kann hugsast at fara at gera seg galdandi í sínum aldursbólki. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag er styrkismettur nummar tvey í sínum bólki.
Føroysku telvararnir eru hesir:
Bólkur A (19-20 ár)
Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag
Rógvi Mørkøre, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur B (17-18 ár)
Jón í Horni Nielsen, Sandavágs Talvfelag
Markus Jacobsen, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur C (15-16 ár)
Luitjen A. Apol, Havnar Telvingarfelag
Elias Petersen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur D (13-14 ár)
Brestir Samuelsen, Havnar Telvingarfelag
Petur G. Magnussen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur E (11-12 ár)
Jamil Emil Jakobsen, Sandavágs Talvfelag
Lukas Páll Wiberg, Sandavágs Talvfelag
Sterkir telvarar
Tað er greitt, at norðurlond hava sent sínar bestu ungdómstelvarar til Føroyar. Í elsta bólkinum eru tríggir, sum longu hava heitið sum altjóða meistarar. Tríggir hava hægri styrkital enn 2300. Í Føroyum eru bara seks telvarar, sum eru oman fyri 2300.
Sterkasti telvarin í elsta bólkinum, sviin Milton Pantzar, hevur styrkitalið 2423. Í Føroyum er Helgi Dam Ziska tann einasti, sum hevur hægri styrkital enn ungi sviin.
Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur lagt ungu føroysku telvarunum lag á uppundir kappingina. Sjúrður Thorsteinsson hevur verið honum til hjálpar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2021
Tað vóru heilsumyndugleikarnir í Brasil, ið saman við løgregluni komu inn á vøllin. Teir vildu hava fatur á fýra argentinskum leikarum, ið sambært teimum skuldu sitið í sóttarhaldi. Partarnir peika eftir hvør øðrum, argentinar eru farnir til Buenos Aires, og óvissa er um dystin
Fyri beint undir tveimum mánaðum síðani lyfti Argentina Copa America-steypið á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Sunnukvøldið hittust suðuramerikonsku risarnir aftur, men tað varð talan um eina stutt uppgerð í Sao Paolo.
Í 7. minutti komu knappliga nógvir mans í klædningini inn á vøllin, og nakað av roki varð stutt innan fyri síðulinjuni. Tað vóru fyri tað mesta umboð fyri Anvisa, ovasta heilsumyndugleikan í landinum, ið komu inn og støðgaðu dystinum. Umboð fyri løgregluna í Sao Paolo vóru eisini har.
Tað snúði seg um at fáa Emiliano Martinez, Emiliano Buendia, Cristian Gabriel Romero og Giovani Lo Celso av leikvøllinum. Sambært heilsumynduleikunum høvdu hesir, saman við argentinska fótbóltssambandinum, tilætlað brotið sóttarhaldsreglurnar og givið skeivar upplýsingar.
Teir fýra leikararnir, harav tríggir vóru á vøllinum, spæla dagliga í Onglandi. Tað er í Brasil kravt sóttarhald, tá komið verður úr Stórabretlandi. Tað endaði við, at dysturin var avblástur, og at allir argentinarnir fóru av vøllinum og heilt skjótt aftur til Argentina. Nær dysturin verður spældur liðugur, ella um hann yvirhøvur verður tað, er óvist.
Heilt løgin støða í Brasil (Mynd: EPA)
Sambært heilsumyndugleikunum, vórðu argentinar kunnaðir um, at hesir leikararnir ikki kundi spæla, fundir hava verið og argentinska fótbóltssambandið og leikararnir hava ikki víst virðing fyri heilsumyndugleikunum og reglugerðini.
Lionel Messi vísti í løtunum eftir hendingina á, at argentingar komu til landið tríggjar dagar áðrenn dystin, og at myndugleikarnir harvið høvdu allar møguleikar til at handfara støðuna undan dystinum.
Samumtikið eru argetinar ógvuliga ónøgdir við støðuna, og tað varð skumpað eitt sindur á vøllinum. Anvisa vísir á, at teir komu á gistingarhúsið og skuldi syrgja fyri, at Martinez, Buendia, Romero og Lo Celso fóru í sóttarhald ella av landinum. Men tá var liðið farið til leikvøllin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2021
-
Dátt við komu feigdarboðini, at mín góði gamli vinmaður Terji Dalsgaard, var smallin um, og nú lá og bíðaði eftir at sleppa higani.
Havi kent Terja alt tað eg kann minnast. Og tað var næstan ikki dagurin, at vit ikki samskiftu.
Og sum ein rættur Dalsgaardari, kundi Terji vera bæði skemtingarsamur og argandi.
Terji var musikalskur, og á yngri árum, spældu vit nógv saman til dans í dansistovunum runt um.
Seinni hevur Terji spælt guitar í samkomuhøpi, og í búnum árum setti hann sær fyri at læra seg at spæla orgul, og hevur síðani loyst av í Kirkjuni heima á Sandi, og í heimbygdini Skálavík.
Terji fór í bankalæru í Sjóvinnubankanum, og hevði tann heiður at búgva hjá stórskaldinum Heðini Brú, sum eisini var ættaður úr Skálavík.
Hesi seinastu mongu árini, hevur Terji rikið sítt egna bókhaldsvirki. Hann stovnaði eisini Sandoyarportalin, sum var nógv lisin í lokalsamfelagnum.
Eisini høvdu vit yrkisligar ætlanir, sum nú fóru í grøvina við Terja.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Terja, við djúpastu samkenslu til tykkum sum eftir sita. Guðruna og Sonju á Sandi, og Sonju Axel, og Erlu.
Tíbetur kenna vit ikki tíman og staðið.
Jákup Fróði Djurhuus
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald