Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 18. september 2021 | Nr. 38 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

John fingið dýrabarar dropar í varðveitslu

SíÐa 2

1 Leygardagur 18. september 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Skal Flipper drepast ella ikki

Springaradrápið í Skálafirði síðsta sunnukvøld hevur fingið blóðið í kók hjá nógvum. Bæði føroyingum og útlendingum, og fólki sum eru bæði fyri og ímóti.

Nógv kann eyvitað sigast um avgerðina um at reka 1500-1800 springarar inn á Skálafjørð og taka lívið av knapt 1500 á sandinum innast í fjørðinum.

Eitt kann staðfestast, og tað er, at hetta hevur gjørt inntrykk á fólk, og serliga úti í heimi.

So stórt inntrykk, at stóru útflutningsfyritøkurnar hava gjørt vart við seg, og hava talað at drápinum, tí hetta kann vera til skaða fyri føroyska útflutningin.

Hóast tað eru partar – við avvarðandi landsstýrismanni á odda – sum ikki vilja viðganga, at nakað skeivt varð gjørt í sambandi við drápið sunnudagin, so áttu vit at verið so mikið fræg, at vit kunnu viðganga, at tað ikki var rætt at fara í gongd við at drepa ein so stóran flokk.

Ikki bara tí at hendingin gerst í so ógvuslig, men eisini tí at ivasamt var, um avtakarar vóru til alt tvøstið. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðani, at ein grind var í Leynum, har tað ikki eydnaðist at avseta allan matin áðrenn hann morknaði.

Í hvussu so er setir hetta springaradrápið nakrar spurningar, sum eiga at verða viðgjørdir og loystir áðrenn fleiri dýr av hesum slag verða hildin til.

Ein spurningur er, um vit ikki áttu at hava eitt loft yvir hvussu nógvar springarar, vit skulu loyva okkum at drepa í senn?

Ein annar er, um vit hava rætta reiðskapin og rætta talið av fólki til at átaka sær ábyrgdina av at taka lívið av hesum súgdjórum, tí eins og vit hava sett okkum fyri við grindadrápi, so skal tað jú gerast á skjótasta og mest humana hátt.

Í hvussu so er, eigur spurningurin um reiðskapin at fáast upp á pláss áðrenn springarar aftur verða hildnir til.

So eru tað sjálvandi fólk – tey hava verið nógv hesa vikuna – sum halda, at vit skulu gevast við at drepa springarar, men halda fram við at drepa grind.

Tann hugburðurin kann tykjast merkisverdur, tí hvørji eru argumentini fyri at banna springaradrápum, sum ikki eisini kunnu brúkast ímóti grindadrápi? Tey eru ikki nógv.

Jú Flipper-effektin ella Disney-effektin. Hetta, at delfinir eru so fittar og at tað eru so nógv børn í verðini, sum hava ”eitt forhold” til Flipper og figurar av slíkum slag. Vit trúgva ikki, at politiska skipanin er til reiðar at seta eitt bann móti at drepa springarar, tí teir eru fittari, søtari og elskuligari enn onnur dýr.

Hitt argumentið er skjalprógvið. Vit hava ikki somu søguligu hagtøl fyri springarar, sum vit hava fyri grind. Vit hava heldur ikki hildið skipaðar teljingar av springarum fyri at prógva, at stovnurin ikki er hóttur.

Men spyrt tú ein sjómann, hvussu man standa til við springarastovninum í Atlantshavi, so er hann neyvan í iva. Havið kókar í springarum, og tí er ilt at ímyndað sær, at stovnurin kann vera í vanda. Men rætt er, hetta er vistnokk ikki vísundaliga skjalfest.

Men hvat er so at gera? Jú, latið okkum kjakast víðari. Latið okkum ikki helma í, men viðgera hetta málið frá øllum síðum.

Og harra løgmaður: Gev landsstýrismanni tínum boð um at lurta eftir argumentunum. Vit kunnu ikki hava ein landsstýrismann, ið ikki vil lurta, men ístaðin fer upp at gartera og rópa, tá vælmeinandi fólk royna at grundgeva fyri sínum áskoðanum.

Kanska vit kunnu koma fram til eina loysn – eina semju – og so kunnu vit eisini lata vera við at drepa fleiri springarar, so leingi, sum hetta kjakið fer fram.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7646

    Lisnar síður: 28895

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 18. september 2021

John fingið dýrabarar dropar í varðveitslu

Fryntligi víntænarin í Áarstovu og matstovunum har umkring hevur fingið serligan heiður – at fáa navn sítt á etikettina til fyrsta floks vín úr Bourgogne

(Mynd: Hanna Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var nærmast høgtíðsstemningur í Beintustovu á matstovuni Áarstovu eitt kvøldið í vikuni. Orsøkin var, at eitt heilt serligt vín skuldi smakkast. Eitt vín, ið er tappað serliga til hesa matstovuna – nei, í veruleikanum serliga til fryntliga vertin og høvuðstænaran á matstovuni, John Mikkelsen.

Og tað var ikki eiti á víni,  sum kom í gløsini hetta kvøldið.

Vit tosa um “Hospice de Beaune” frá 2019, frískligt pinot noir, men tað serliga við hesi fløskuni, er at hon hevur eina heilt serstaka etikettu, har tað stendur, at hon er tappað serliga til John Mikkelsen, víntænara á Áarstovu.

Vit koma aftur til søguna handan hesar serligu fløskurnar seinni í greinini.

[object Object](Mynd: Hanna Vang)

Spenningur í luftini
Við um borðið, sum er serbygt við stavnunum á stolta seksmannafarinum, sum einaferð bar stolta navnið “Advokaturin”, eru nakrir kræsnir vínserfrøðingar komnir at smakka.

Ávísur spenningur er í luftini, tá Jóhannes Jensen, stjóri fyri fyritaksseminum, loysir proppin úr fyrstu fløskuni, og skeinkir fyrstu burgundar-droparnar í víðu reyðvínsgløsini.

Og eitt slag av semju breiðir seg skjótt kring borðið. Jú, hetta er gott. Mann vera ein av bestu vínfløskunum, sum eru skonktar í Føroyum, heldur onkur. Tey anga kirsiber, mandlur, siga at smakkurin er ‘juizy’, avbalanseraður og væl lagraður. Flott.

Tey vita, hvat tey tosa um, tí umframt høvuðspersónin, John Mikkelsen og Jóannes Jensen, sita eisini við borðið víntænararnir á KOKS, Karin Vist og Lars Brønden Nicolajsen, leiðarin fyri Hindsgaul Slot í Danmark (nevndarlimur í Gist & Vist), Uffe Høeg Johansen og so okkara fremsti ‘connoisseur’, tá tað kemur til góð vín, Mortan í Hamrabyrgi, sum longu frá fyrstan tíð var við til at leggja teimum lag á, tá tey skuldu keypa inn til vínkjallaran í Áarstovu, tá matstovan lat upp í sínum núverandi líki fyri umleið tíggju árum síðani.

[object Object](Mynd: Ingi Samuelsen)

Tað er Mortan í Hamrabyrgi, sum heldur, at tað neyvan hevur verið skonkt so gott vín í Føroyum fyrr.

- Eg eri keddur av at siga tað. Hetta røkkur langt upp um alt annað vín, sum vit higartil hava hildið verið tað besta, sigur vínkennarin, hvørs høvuðsstarv er at vera tannlækni í Fuglafirði og Sørvági.

Keypt á serligari uppboðssølu
Men hvussu ber tað til, at eitt partí av so góðum ‘Premier Cru’-vínfløskum er endað í víngoymsluni í Áarstovu og enntá við navninum John Mikkelsen, Áarstova, sum ‘acquéreur’ – t.e. keypari ella ognari?

Vínið stavar frá eini tunnu – einum fati – sum Jóhannes Jensen keypti á eini uppboðssølu niðri í Bourgogne í 2019. Nú er vínið so mikið væl lagrað, at tað er drekkandi.

[object Object]Hospice de Beaune (Mynd: Visualhunt.com)

Her krevst eitt sindur av søguligari og landafrøðiligari bakgrundsvitan.

Vit eru í býnum Beaune, sum verður róptur vínhøvuðsstaðurin í Bourgogne. Her liggur eitt elligamalt, friðað sjúkrahús, Hospices de Beaunes ella Hôtel-Dieu de Beaune, sum byrjaði sítt virki í 1443, stutt eftir hundrað ára kríggið og heldur ikki so langt eftir, at økið varð rakt av Svartadeyða.

Hóast bygningarnir í dag eru sera hábærsligir og vakrir á at líta, so var talan um eitt sjúkrahús fyri tey fátæku og ognarleysu. Eitt katólskt sjúkrahús, sum royndi at grøða sjúk, bæði kropsliga og andaliga.

Stigtakari var skattmeistarin hjá Filip tí góða, hertuga av Burgund, Nicolas Rodin og kona hansara, Guigone de Salins.

Virksemið gekk væl og kundi víðkast til aðrar býir eisini. Sjúkrahúsið fór eisini undir vínframleiðslu, tí fleiri av fátæku bóndunum í økinum lótu sjúkrahúsunum burtur av ognum sínum í takksemi fyri grøðina.

[object Object](Mynd: Hanna Vang)

Mest týðandi vínmarknaðurin í dag
Hospice de Beaune gjørdist ein týðandi vínframleiðari, og 1859 fóru tey undir at selja vínið tey framleiddu á uppboðssølu.

Vínheystið av markunum hjá Hospice de Beaune, verður nú selt hvørt ár í november mánaði, so skjótt sum ársins vín er latið í tunnur, men ikki klárt at drekka enn. Tað er altjóða uppboðssøluhúsið Christie’s, sum stendur fyri søluni.

Inntøkan frá uppboðssølunum fer til at fíggja vælgerandi virksemið hjá Hospice de Beaune, sum nú fer fram á einum nýmótans sjúkrahúsi í býnum. Grunnurin stuðlar eisini øðrum líknandi verkætlanum.

Nú góð 160 ár seinni, er vínuppboðssølan í Beaune tann mest týðandi árligi vínmarknaðurin av sínum slag. Tí markirnar hjá fátæku bóndunum, sum fyri 600 árum síðani høvdu tørv á hjálpini frá sjúkrahúsinum, eru í dag millum heimsins bestu, tá tað kemur til at framleiða bourgogne-vín av allar besta slag.

[object Object]
(Mynd: Hanna Vang)

Fóru fyri langt yvir 100.000 evrur
Johannes Jensen var so heppin at sleppa við til uppboðssøluna í november 2019.

- Gjøgnum danska importørin og kenda vínhúsið í Beaune, Joseph Drouhin, sum vit hava eitt ávíst samstarv við, eydnaðist tað mær at sleppa við til uppboðssøluna, tí eg hevði sett mær fyri at keypa eina tunnu. Bæði tí, at her er talan um heilt serligt vín við eini heilt serligari søgu, men eisini tí, at pengarnir fara til eitt gott endamál, greiðir Johannes Jensen frá.

Hann fortelur, hvussu tey vórðu boðin niður í kjallararnar hjá Hospice de Beaune, við øllum teimum umleið 800 tunnunum, sum skuldu seljast á uppboðssøluni, ein og ein.

- Vit skuldu smakka tað, sum var í tunnunum. Men tað var ikki so lætt, tí tað var ikki vín. Tað var nýheystað drúvusaft, sum enn ikki var búgvin at drekka. Tað var eisini ein uppgáva, at seta seg inn á allar tær ymsu vínmarkirnar, sum Hospice de Beaune eigur.

Johannes Jensen greiðir frá, at tær dýrastu tunnurnar – tað eru 288 vanligar vínfløskur í hvørjari – fóru fyri langt yvir 100.000 evrur.

[object Object](Mynd: Hanna Vang)

- John hevur uppiborið at koma á fløskurnar
Johannes keypti sína tunnu, av markini, ið kallast Maurice, og rindaði “umleið 12.000 evrur” fyri tunnuna. Síðan hevur vínvirkið hjá Joseph Drouhin varðveitt tunnuna, goymt hana í røttum umstøðum, og síðan tappað vínið í fløskur við sergjørdari etikett, tá tað var klárt at drekka.

- Vit hava ein kapasitet her í Áarstovu, tá tað kemur til vín og gestablídni. John Mikkelsen er okkara Jan Restorff, og eg helt tað vera heilt natúrligt, at hann skuldi við á etikettina, tí tað hevur hann sanniliga uppiborið. Hetta serliga vínið frá Hospice de Beaune frá Joseph Drouhin passar væl til Áarstovu, tí frá fyrstan tíð av, hava vit lagt stóran dent á at hava serliga víngóðsku í Áarstovu, sum kann nøkta tørvin hjá øllum – eisini teimum, sum hava serlig ynski viðvíkjandi víni.

[object Object]

Um 2.000 krónur fyri fløskuna
Skuldi hesar fløskurnar verið seldar í Rúsuni, høvdu tær helst kostað munandi meira enn nøkur reyðsvínsfløska hjá Rúsuni nakrantíð hevur kostað. Útsøluprísurin í Áarstovu kemur helst at liggja beint undir 2.000 krónum, varð avdúkað hetta kvøldið, men lagt var afturat, at hon burdi kosta mangt slíkt.

Til samans hevur Áarstova fingið 220 fløstur av hesum dýru dropunum heim, haravturat er nakat tappað í stórar sokallaðar magnum-fløskur.

Á matstovuni eru tey fullgreið yvir, at tað ikki er á hvørjum degi, at tey selja fløskur í hesum prísklassa.

Men tað er eisini ein parur av ætlanini, tí fløskurnar skulu helst halda sær í nógv ár, tí mett verður, at jú longri vínið liggur í fløskunum, tess betri verður tað.

So ætlar tú at keypa eina fløsku av Hospice de Beaune frá Áarstovu um, lat okkum siga, tíggju ár, so fært tú væntandi eitt uppaftur betri vín, men so skalt tú eisini rokna við, at prísurin á fløskuni eisini er farin nakað fitt upp í prísi.

[object Object]John Mikkelsen (Mynd: Hanna Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

3 Leygardagur 18. september 2021

Løgtingsformaðurin ávarar móti ætlan hjá kvinnunum í andstøðuni

- Send út ávaring á Facebook um lógaruppskot, ið enn ikki er komið til viðgerðar

Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fór í vikuni út í sosialu miðlarnar fyri at ávara um eitt løgtingsuppskot, sum “allar tær sjey kvinnurnar og fýra menn” í andstøðuni hava borið í løgtingið.

“Allar tær sjey kvinnurnar í andstøðuni á tingi saman við fýra monnum ætla nú við lóg at ræna pápan frá summum føroyskum børnum og gera tey til faðirloysingar, áðrenn tey eru fødd!”, skrivar løgtingsformaðurin enntá við ‘caps-lock’, altso alt skrivað við stórum stavum

Hann sigur hetta vera “Álvarslig kunning til alt Føroya Fólk!”

"Sammóðir"
Talan er millum annað um at seta donsku lógirnar um “børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser” við undirheitinum “Sammóðir”.

11 tingfólk hava lagt uppskotið fram: Ingilín D. Strøm, Jóanis Joensen, Djóni Nolsøe Joensen og Eyðgun Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løwe Jacobsen, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Ruth Vang og Bjarni K. Petersen úr Framsókn.

Uppskotsstillararnir siga soleiðis um endamálið við lógaruppskotinum: Lógin skal tryggja, at børn hjá samkyndum kvinnum fáa rætt til tvey foreldur frá føðing, og samkyndar kvinnur kunnu fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing. Lógin tryggjar eisini, at tvær kvinnur, ið hava foreldrarætt til felags barn/børn, ikki missa hesi rættindi, flyta tær úr útlondum til Føroya. Henda lóg ger, at sammóðir verður foreldur at barni, sum er íkomið við eftirgjørdum gitnaði, og sostatt verður javnssett við pápar í lov om børns retsstilling. Samstundis verða fylgibroytingar gjørdar í arvalógini, í lóg um foreldramyndugleika og samveru og í lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser.

Til samans tvey lógaruppskot og eitt uppskot til samtyktar eru løgd fram í sama pakka:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)

Uppskot til samtytkar um at dagføra rættargangslógina (Sammóðir) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

4 Leygardagur 18. september 2021

Myndir: Standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað í Vestmanna

Sunnudag avdúkaði Maria á Heygum standmyndina, sum myndahøggarin, Hans Pauli Olsen hevði tilevnað

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í allarfagrasta veðri í Vestmanna var standmyndin av undangongumanningum Ólavi á Heygum avdúkað sunnudagin 12. september.

Ólavur á Heygum var kongsbóndi, handilsmaður og politikari, sum eisini stóð fyri fyrstu royndini í Føroyum at fáa elorku burtur úr vatni. Hetta var í Vestmanna á sumri 1907, tá Ólavur fór undir at byggja eina vatnbyrging í Fossá. Vatnið skuldi síðani leiðast úr byrgingini oman til eina turbinu, sum skuldi framleiða elektriskan streym til vestmenningar.

Tað eydnaðist tó ikki Ólavi at koma á mál við síni verkætlan, sum hann stríddist við inntil hann doyði í 1923, 56 ára gamal.

Nú smá 100 ár seinni, hava vestmenningar reist eina standmynd av Ólavi á Heygum, sum umframt royndina við vatnorku, eisini átti ein stóran leiklut í arbeiðnum at tryggja føroyingum telefonsamband. Fyrsta telefonlinjan í Føroyum kom í 1905 og gekk millum Tórshavn og Vestmanna. Hesum syrgdi Ólavur á Heygum fyri.

Í sambandi við avdúkingina hevði SEV eisini skipað fyri fleiri tiltøkum. M.a. var opið hús á Fossáverkinum, og skipað varð fyri einum gongutúri frá Fossáverkinum niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum í Fossá.

Tað var Maria á Heygum, verdóttur Ólavi á Heygum, sum avdúkaði standmyndina, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevði tilevnað.

[object Object]Listamaðurin og standmyndin

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2021

5

Størv

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Løgfrøðiligur ráðgevi - Trygd

Meira Umsóknarfreist:

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024
6 Leygardagur 18. september 2021

Ivast í um alt verður etið

Fólkalívsfrøðingur setur spurnartekn við um øll grindin, vit veiða, verður etin. Hann ávarar móti grammleika

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Man tað vera so, at tað eru millum 20.000 og 25.000 føroyingar, sum eta trý til fimm kók av grind um mánaðin?

Ein, ið ivast, er fólkalívsfrøðingurin Bartal Kamban. Hann hevur hugt nærri at tølunum yvir grindahvalir, sum verða hildnir til í Føroyum. Og úrslitið fær hann at ivast í, um vit yvirhøvur eta alt tvøstið og spikið, sum kemur til høldar.

- Et trúgvi ikki, at vit eta upp, sigur fólkalívsfrøðingurin í einum skrivi hann hevur almannakunngjørt.

Sí lesarin.fo: Vit eta ikki upp - hvalaveiðan í Føroyum má endurskoðast! 

Bartal Kamban hevur roknað seg fram til, vit fáa umleið 400 tons av grind um árið. Tað er 7,3 kilo av tvøsti og spik pr íbúgva, svarandi til 0,6 kilo um mánaðin.

Men tað er langt frá øll, sum eta grind, eitt nú tí tað verður frámælt av heilsumyndugleikunum.

Siga vit, at millum 20.000 og 25.000 føroyingar eta grind javnan, so verður tað til millum 1,3 og 1,7 kilo um mánaðin, ella trý til fimm kók.

Tað heldur fólkalívsfrøðingurin ljóðar í meira lagi. Hann ávarar móti at drepa óneyðuga nógvan hval, og mælir tí til at endurskoða skipanina. Ovurnýtsla og grammleiki er aldrin gott.

Tølini, sum nýtt eru í hesum útrokningunum, eru uttan teir 1428 springararnar, sum løgdu beinini í Skálafirði um vikuskiftið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

7 Leygardagur 18. september 2021

Bakkafrost og Havbúnaðarfelagið fordøma springaradrápið

Hetta gera bæði greitt í almennari fráboðan í dag

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost skrivar, at drápið als ikki kann góðtakast
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Havbúnaðarfelagið ger greitt, at at eingin bátur, ognir ella amboð hjá føroysku alifyritøkunum vórðu nýtt í samband við springaradrápið 12. september, og at talan var um ein privat og kommunalt/felags aktvitet, sum einki hevði við felagið ella alivinnu at gera.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, boðar frá, at Bakkafrost ikki luttók á nakran hátt, og at eingin ogn hjá felagnum var víst. Víðari verður skrivað, at fyritøkan als ikki heldur, at drápið av delfinum (springarum) kann góðtakast. Niðast í stutta skrivinum verður víst til kunning um grindaadráp og annað 

Skrivið kann lesast á enskum her

[object Object]
Bakkafrost liggur við Skálafjørðin. Stóri flokkurin av springarum varð rikin inn framvið her (Mynd: Pól Sundskarð)

Í skrivinum hjá bæði Havbúnaðarfelagið og Bakkafrost verður springaradrápið sunnudagin fordømt. Harvið vilja tey gera greitt, hvar føroyska alivinnan stendur í hesum. 

Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest eru limir í Havbúnaðarfelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

8 Leygardagur 18. september 2021

Taka spik upp úr sjónum

Fólk frá høvuðsstaðarkommununi tóku fríggjamorgunin spik upp sum rekst í vatnskorpini

Vágsbotnur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað frættist hósdagin, at springaraspik rak í Nólsoyarfirði, og fríggjamorgunin vaknaðu havnarfólk upp til ótespiliga sjón í eitt nú Vágsbotni.

Spik lá og rakst í vatnskorpini.

Spikið er frá springaradrápinum í Skálafirði sunnukvøldið tá 1.428 hvalir løgdu beinini. Á springara er tað bara tvøstið, sum verður etið, og tí skal spikið beinast burtur á onkran hátt.

Vakthavandi á Tórshavnar havn dugdi fyrrapartin fríggjadagin ikki at siga hvussu vítt tað er farið, men sambært myndum vit hava fingið sendandi var tað bæði á Eystaru vág og Vestaru vág.

[object Object]
Á Eystaru vág (Mynd: Eyvind Emil Joensen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

9
Leygardagur 18. september 2021

Floksmenn við flippum flippa út

-

 
SkrivaÐ:

.

Tekning: Napoleon Smith


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. september 2021

10 Leygardagur 18. september 2021

27.300 løntakarar í august

Vøksturin í løntakaratalinum seinastu mánaðirnir er nærum steðgaður upp

(Savnsmynd: (Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Talið á løntakarum í august var 27.300 – um 800 fleiri enn í august í fjør, skrivar Hagstovan.

Hóast hetta vísir trendurin, at vøksturin í løntakaratalinum seinastu mánaðirnir er nærum steðgaður upp. Síðan mars hevur talið ligið millum 27.000 og 28.000 løntakarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tá hugt verður at kynsbýtinum sæst, at talið á mannligum løntakarum í august var 13.900, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var 13.400.

Meðan vøksturin í talinum á mannligum løntakarum nærum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum, og tí minkar munurin millum kynini.

Tá hugt verður at ymsu vinnugreinunum sæst, sambært Hagstovuni, at har í 'privatu tænastuvinnunum' hómast ein lítil vøkstur, meðan vøksturin í 'almennari o.a. tænastu' nú er avtakandi. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka, eftir at tað annars hevur verið støðugt vaksandi síðani 2014.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

11 Leygardagur 18. september 2021

Sjáldsama fáir skaðar fyrra hálvár

Higartil hevur 2021 verið betri enn væntað við sjáldsama fáum skaðum. Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, nú hálvársroknskapurin er gjørdur upp

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Tað gongur væl í Føroyum í løtuni, eisini á skaðaøkinum. Hjá Betri Trygging hava vit skrásett sjáldsama fáar skaðar hesar seinastu mánaðirnar. Vit skulu heilt aftur til 2009 fyri at finna eitt so gott hálvársúrslit, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Vanliga eru nógvir stormskaðar í ársins fyrstu mánaðum, men í ár hava tað verið óvanliga fáir. Fyrru hálvu vóru heldur ikki so umfatandi og dýrir eldsbrunar, sum vit onkuntíð hava sæð. Eingin stórur sjógv- ella vinnuskaði var heldur fyrra hálvár.

Nakrir tilburðir hava verið, sum kundu havt umfatandi skaðar við sær, men tingini koppaðu tíbetur kortini rætta vegin.

Harumframt eru munandi færri fráboðanir um óhapp, ið hoyra undir ferðatryggingina, tí føroyingar framvegis ikki eru farnir at ferðast aftur, sum vit gjørdu áðrenn korona.

- Alt hetta – hepnið við fáum stórum skaðum, góða veðrið, at ivastøður hava koppað rætta vegin og at korona framvegis ávirkar ferðahugin hjá fólki – togar samanlagt hálvársúrslitið positiva vegin, sigur Ingunn Eiriksdóttir og vísir á, at ítøkilig úrslit eisini síggjast av átøkum, sum felagið hevur gjørt.

- Vit gera nógv burturúr at hjálpa kundum at fyribyrgja skaðum og seta trygdina í hásæti. Hetta kann ivaleyst eisini vera ein av orsøkunum til fáu skaðarnar.

Fleiri tryggingar og bíligari rakstur
Eisini á inntøkusíðuni hevur fyrra hálvár hilnast væl, og orsøkirnar til tað eru somuleiðis fleiri.

Kanningar vísa væl nøgdar kundar og talið á tryggingum økist støðugt. Eitt nú hava fleiri teknað sær vanlukkutryggingar seinastu tíðina, og nýggju pakkarnir við ymsum sethúsatryggingum eru somuleiðis væl móttiknir.

- Innanhýsis royna vit støðugt at minka um kostnaðarstøðið – millum annað við at hyggja at rakstrarkostnaðinum. Nýggjastu tølini vísa, at vit í dag eru væl meiri effektiv, enn vit hava verið. Tað er millum annað dugnaligum starvsfólki at takka. Hartil hevur úrtøkan av íløgunum, vit hava gjørt, verið avbera góð - og serliga partabrøvnini góvu stórt avlop, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Fáu skaðarnir og harvið smáu útreiðslurnar øðrumegin – og nøgdu kundarnir og vaksandi inntøkurnar hinumegin - hava givið Betri Trygging eitt hálvársúrslit á 63 milliónir kr.

- Hetta gevur okkum gott mótstøðuføri til skaðar, sum vit vita fara at raka í framtíðini. Hartil liggja stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Ingunn Eiriksdóttir og sipar eitt nú til skjótt vaksandi prísirnar á tilfari í kjalarvørrinum á korona, sum eyðsæð eisini fara at gerast dýrir fyri tryggingina.

- Í tryggingarheiminum kunnu tingini venda ógvuliga skjótt. Tað skulu bara fáir stórir skaðar til at broyta hetta yvirskotið. Men nú eru vit væl bjálvað til seinnu hálvu av 2021, staðfestir stjórin í Betri Trygging.

Lyklatøl fyrra hálvár 2021


2021

2020

Úrslit fyri skatt63 mió. kr.

8 mió. kr.

Tryggingarinntøkur218 mió. kr.

214 mió. kr.

Skaðaendurgjøld tilsamans106 mió. kr.

190 mió. kr.

Tal á skaðum5.124

7.227

Eginogn728 mió. kr.

649 mió. kr.

Solvensdekningur278%

293%


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

12 Leygardagur 18. september 2021

48 leiguíbúðir og 22 raðhús byggjast við Miðhorn

Eftir ætlan skulu raðhúsini standa klár á vári 2023 og leiguíbúðirnar til jóla 2023

Miðhorn (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Orsakað av stóra tørvinum á bústøðum bjóðaði Tórshavnar kommuna út stóra økið við Miðhorn – og hósdagin varð sáttmáli undirskrivaður við Articon um bygging av 22 raðhúsum og 48 leiguíbúðum.

Økið Miðhorn liggur millum býlingin á Norðasta Horni við sethúsum, og býlingin Millum Horna við íbúðum og sethúsum. Útstykkingin á Miðhorni verður sostatt bindilið millum hesar báðar býlingarnar.

Talan verður um 22 raðhús og 48 leiguíbúðir. Farið verður í gongd við arbeiðið beinanvegin. Eftir ætlanini skulu raðhúsini standa innflytingarklár á vári 2023, og leiguíbúðirnar til jóla í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

13 Leygardagur 18. september 2021

45 nýggjar leiguíbúðir á Oyggjarvegnum

Íbúðirnar verða 60 til 114 fermetrar til støddar umframt íbúðir til rørslutarna

(Mynd: Mark)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

NN Holding, sum eigur Mark, skal byggja 45 leiguíbúðir á Oyggjarvegnum í Havn.

Íbúðirnar verða millum 60 og 114 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarnað.

Tá ið verkætlanin er liðug, helst seint í 2022, fara eini 100 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar við Oyggjarvegin.

Bygningarnir verða í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir við frálíkum útsýni.

Á økinum, har íbúðirnar verða bygdar, verður ríkiligt av parkeringsbásum.

NN Holding eigur og rekur Mark, sum hevur bygt íbúðirnar í Marknagili og undir Kongavarða í Havn. Í nevndini í NN Holding eru Birgir Dam Jacobsen, Frits Dam Jacobsen og Gordon Rajani.

Samstarvið við Tórshavnar kommunu hevur verið sera gott og kommunan hevur arbeitt miðvíst við loysnum fyri at fáa hesa verkætlan til at bera til, soleiðis at fleiri íbúðir verða tøkar í Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

14 Leygardagur 18. september 2021

Føroyska koronupassið nú góðkent

Tað sum onnur lond í Evropa fingu fyrr í summar hava Føroyar fingið nú. Í Danmark er koronupass ikki longur eitt krav, men passið kann nýtast í øðrum evropeiskum londum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Talgilda føroyska koronupassið er nú endaliga góðkent, boðar Sjúkrahúsverkið frá.

Tað er ES-nevndin sum nú endaliga hevur góðkent talgilda føroyska koronupassið, sum kann brúkast í flest øllum londum í Evropa og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi.

Koronupassið skjalprógvar at tú ert koppsettur, áður smittaður við koronu ella hevur eina nýggja koronutest.

Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina og kunngerðin er lýst í European Journal.

Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða, sigur Sjúkrahúsverkið, og vísir til at passið kann takast niður á corona.fo.

Í Danmark er korona ikki longur at rokna sum samfelagshóttandi, og har er ikki longur krav at vísa koronupass.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

15
Leygardagur 18. september 2021

Stórir toskar til kræsnar gómar

Matstova gera seg til at bjóða kundunum forkunnugan toskafisk

Tróndur Húsgarð, ið júst er nýútbúgvin kokkur, og Savio de Souza í køkinum á Barbaru (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikumorgunin kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri heim eftir sín fyrsta royndartrolingartúr á Føroyabanka.

Við í land hevði nýggja rannsóknarskipið knøpp tvey tons av góðum og stórum bankatoski.

Serliga slagið av toski úti á Føroyabanka – sum í fleiri ár hevur verið stongdur fyri veiði – er forkunnugur matur.

Tí hevur matstovan Barbara Fishouse tryggjað sær nakrar av toskunum at bjóða kundum sínum til serligu bankatoskakvøldini, sum verða nú um vikuskiftið.

Mikudagin høvdu kokkarnir Tróndur Húsgarð og Savio de Souza fingið henda serliga fiskin inn í tronga køkin í ovaru hæddini á húsunum kallað Kamarið, har maturin til fiskamatstovuna Barbara verður tilgjørdur.

Og sum sæst á myndini, so toskarnir rættiliga stórir.

Toskurin á bankanum er støðufastur, og er tí mentur til at vera eitt serligt slag. Eitt slag, ið veksur skjótari enn vanligur toskur, hevur størri høvd og er eisini nógv ljósari enn vanligur toskur. Sagt verður eisini av serkønum, at hann smakkar betur enn toskurin, vit kenna frá landgrunninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

16
Leygardagur 18. september 2021

Minni av hýsu og eitt vet meira av toski á Føroyabanka

Jákup Sverri kom í vikuni aftur frá árligu heyst-yvirlitstrolingini á Føroyabanka – nøgdirnar av hýsu eru minni í ár í mun til síðstu trý árini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jákup Sverri er júst afturkomin frá tí árligu heyst-yvirlitstrolingini á Føroyabanka. Á túrinum vóru 53 kanningarstøðir tilsamans, harav 28 trolstøðir, har hvør vardi ein tíma. Veðrið var sera gott allan túrin og kanningarnar gingu væl.

Síðstu árini hevur verið sera nógv at fáa av hýsu á Føroyabanka. Soleiðis er eisini í ár, tó at nøgdirnar eru minni í mun til síðstu trý árini.

Nøgdin av toski er eitt vet hægri enn í fjør og stovnurin hevur verið í lítlum vøkstri síðstu trý árini. Hetta er tó væl minni enn frá 1996 til 2003, sum er tað síðsta tíðarskeiðið, at toskastovnurin á Føroyabanka var væl fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

17 Leygardagur 18. september 2021

Innflutningurin veksur meira enn útflutningurin

Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár innfluttu vit fyri 4,87 milliardir krónur og útfluttu fyri 4,92

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Innflutningurin til og við juli mánaða er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 4,9 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 7 prosent í mun til í fjør, skrivar Hagstovan á netinum. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin næstan 10 prosent.

Innflutningurin av vørum til byggivirksemi er minkaður, men í flestu av hinum vørubólkunum er vøkstur.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 158 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 37 prosent.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 10 meira meira er innflutt av hesum vørum, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eisini útflutningurin er øktur nakað.

Samlaði útflutningurin var 4,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 4,8 milliardir.

Higartil hava vit útflutt makrel fyri helvtina av virðinum í fjør. 229 milliónir krónur í ár móti 465 milliónum krónum í fjør. 

Laksaútflutningurin er vaksin 18 prosent, og var 2,3 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar.

Útflutningurin av toski minkaði 5 prosent í virði og 7 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði eisini 7 prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks 8 prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

18 Leygardagur 18. september 2021

Metgott ár hjá KJ Hydraulik

Ársúrslitið í 2020 gjørdist 15,2 milliónir krónur sammett við 8,4 milliónir krónur árið fyri

(Mynd: Kj.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur gingið væl hjá Pf. KJ Hydraulik, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali. Felagið veitir tænastur til alivinnuna, fiskivinnuna og aðrar vinnur í Føroyum og uttanlands.

Bruttovinningurin hjá felagnum øktist 18 prosent í 2020 til 80,2 milliónir krónur, vísir nýggjasti roknskapurin.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 15,2 milliónir krónur sammett við 8,4 milliónir krónur í 2019. Vøsturin var tí heili 80 prosent.

Hetta er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum seinastu 16 árini sambært Vinnuvitan.biz.

KJ Hydraulik er ein fíggjarliga sterk fyritøka. Tað sæst á fíggjarstøðuni í 2020, har ið eginpeningurin var 73,9 milliónir krónur í mun til eina samlaðu fíggjarstøðu upp á 147,2 milliónir krónur. Trygdarevnið er 50 prosent, sum verður mett at verða gott.

Langfreistaða skuldin var 25,6 milliónir krónur, sum skal haldast upp imóti eini støðisogn á 49,2 milliónir. Vørugoymslan var 38,5 milliónir krónur og áogn í sambandi við sølu var 48,5 milliónir krónur. Stuttfreiðstaða skuldin til at fíggja ogn í umferð var 45 milliónir. Felagið hevði harumframt 10 milliónir krónir í tøkum peningi við ársenda 2020.

KJ Hydraulik P/F var stovnað í 1978. Stjóri í felagnum er Ólavur Asafsson Olsen.

Eigari av felagnum er móðurfelagið Spf. SVB. Nevndarformaður er Lillian í Lambanum, sum saman við børnunum Viggo K. Johannesen, Sólvá K. Eliassen og Bergur K. Johannesen eru skrásettir eigarar av fyritøkuni SVB, sum eigur partabrøvini í Pf. KJ Hydraulik.

KJ Hydraulik gjørdist ársins virkið í 2016.

Greiningin er gjørd av vinnuráðgevarafyritøkuni Spf. Nira

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

19
Leygardagur 18. september 2021

Vestergaard á ráðharravitjan í Russlandi

Legði fram á tveimum panelfundum í tilknýti til stóru altjóða fiskivinnuráðstevnuna í St. Pætursborg

 
SkrivaÐ:

Innsent

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, var í døgunum 8. til 10. september á ráðharravitjan í St. Pætursborg í Russlandi. Russiski fiskimálaráðharrin, Ilya Shestakov, hevði boðið landsstýrismanninum til fundar og at halda røðu á stóru altjóða fiskivinnuráðstevnuni, Global Fishery Forum and Seafood Expo.

Á ráðharrafundinum takkaðu ráðharrarnir báðir hvørjum øðrum fyri drúgva og góða samstarvið ímillum londini á fiskivinnuøkinum. Ymsar avbjóðingar, ið hava verið undir koronafarsóttini, vórðu umrøddar á fundinum. Hóast seinastu fiskivinnusamráðingarnar, ið vórðu hildnar á videofundi, eydnaðust væl eftir umstøðunum, vóru báðir ráðharrarnir samdir um at fara aftur til vanligu mannagongdina, at sendinevndirnar hittast á staðnum at samráðast, nú støðan við korona aftur loyvir hesum.

Samstarvaðu væl um korona
Álvarsomu støðurnar, tá nógv koronasmitta var umborð á russiskum skipum undir Føroyum, vórðu eisini umrøddar. Ilya Shestakov legði áherðslu á, at russiskir myndugleikar seta hørð krøv um mannagongdir at tryggja, at slíkar støður ikki skulu koma fyri, men hóast hetta er smitta tíverri komin umborð á onkur russisk skip.

Jacob Vestergaard vísti á, at føroyska heilsuverkið er viðbrekið fyri slíkum støðum, men at russiskir og føroyskir myndugleikar samstarvaðu fyrimyndarliga væl, tá á stóð.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at greiða frá týdninginum av vaksandi handilssamstarvinum ímillum londini bæði. Í hesum sambandi varð tilgongdin at gera fríhandilsavtalu millum Føroyar og Euroasiatisku Búskaparsamgonguna (EaEU) umrødd.

Avbjóðingar
Í sambandi við vitjanina varð landsstýrismaðurin eisini boðin at luttaka á tveimum panelfundum, har bæði stjórnar- og vinnulívsumboð løgdu fram. Á fyrra fundinum, sum hevði heitið “Impact of the Pandemic: New Challenges for the Fisheries Industry”, greiddi landsstýrismaðurin frá avbjóðingum, ið føroyska fiskivinnan hevur havt vegna korona. Serliga umrøddi Jacob Vestergaard, hvussu føroyska vinnan hevur roynt at umleggja framleiðsluna til broytta alheimsmarknaðin undir koronafarsóttini, umframt at hann vísti á týdningin við fjøltáttaðum altjóða handilssambondum.

Á seinna panelfundinum, sum hevði heitið “Aquaculture: A Driver of Global Fish Production”, greiddi Jacob Vestergaard frá um, hvussu tað í Føroyum verður arbeitt fyri at økja framleiðsluna í alivinnuni. Har aðrir røðarar vístu á stórar aliverkætlanir á landi, greiddi okkara landsstýrismaður frá, at í Føroyum verður heldur arbeitt fram ímóti at flyta alingina longur til havs. Í hesum sambandi vísti hann tó á, at eisini her eru stórar avbjóðingar, ið mugu viðgerast nærri – bæði í mun til ávirkan á fiskileiðir hjá heimaflotanum, umhvørvisárin og avbjóðingar av veðri. Henda framløgan var gjørd í samstarvi við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Vitjanin var fyrireikað í tøttum samarbeiði millum Fiskimálaráðið og Føroysku Sendistovuna í Moskva.

Við í føroysku sendinevndini vóru vegna Fiskimálaráðið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Andras Kristiansen, deildarstjóri og Ólavur Dalsgarð, fulltrúi. Vegna Sendistovu Føroya í Moskva vóru Hákun J. Djurhuus, føroyskur sendimaður, og Tatiana Zhigalova, skrivari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2021

20 Leygardagur 18. september 2021

Havstovan skal hava nýggjan stjóra

64-ára gamli Eilif Gaard hevur boðað aðalstjóranum frá, at hann hevur ynski um at verða loystur úr starvinum - meira enn eitt og eitt hálvt ár fyri tíð

Eilif Gaard sigur við dimma.fo, at verkætlanin við Jákup Sverra var ógvuliga týdningarmikil fyri hann (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nú er greitt, at Havstova Føroya skjótt fær nýggjan stjóra.

Hetta kemst av, at Eilif Gaard hevur biðið um at verða loystur úr starvinum. Talan er ikki um nakra ósemju ella annað, sigur hann við Dimmalætting.

- Eg havi verið stjóri á Havstovuni síðan 2010, og eg eri 64 ára gamal, so eg skuldi gevast innanfyri rímiliga tíð allíkavæl.

Fyri Eilif Gaard var tað umráðandi at fáa verkætlanina við Jákup Sverra heilt uppá pláss, og tað var komin heilt upp á pláss, og tað er hon nú.

Hann varð í 2018 settur fyri fimm tey næstu árini, men fer úr starvinum nakað væl áðrenn 1. apríl 2023 - helst um ársskiftið sigur hann við dimma.fo.

Eilif Gaard, ið er doktari innan lívfrøði og hevur starvast hjá Havstovuni í 35 ár, fer at takast við gransking aftur, tá nýggjur stjóri hevur tikið við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

21 Leygardagur 18. september 2021

Jóhanna Lava Køtlum er nýggj nevndarforkvinna í BankNordik

Jógvan Jespersen er næstformaður

Jóhanna Lava Køtlum (Mynd: Sea lice)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nevndin í Banknordik hevur skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu, boðar bankin frá.

Sverre Bjerkeli er farin frá sum nevndarformaður í BankNordik, men heldur tó fram sum vanligur nevndarlimur. Nevndin hevur tískil skipað seg við Jóhonnu Lava Køtlum sum nevndarforkvinnu og Jógvani Jespersen sum næstformanni.

Jóhanna Lava Køtlum er stjóri í Pf. Fiskaaling, og Jógvan Jespersen er stjóri í Felagnum Nótaskip.

Nevndin í BankNordik er nú skipað soleiðis:
• Jóhanna Lava Køtlum, forkvinna
• Jógvan Jespersen, næstformaður
• Sverre Bjerkeli, aðalfundarvaldur nevndarllimur
• Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
• Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
• Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
• Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
·• Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

22 Leygardagur 18. september 2021

Hans Jákup Langgaard tekur yvir á Bilasøluni

Tann 1. oktober verður Hans Jákup Langgaard stjóri á Bilasøluni. Hann kemur úr stjórastarvi í Føroya Tele

Hans Jákup Langgaard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hans Jákup Langgaard hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í FT Samskifti. Orsøkin er, at hann 1. oktober tekur við sum stjóri hjá nærmasta grannanum í Hoyvík, Bilasøluni á Vegnum Langa.

Tað veit útvarpið.

Hann hevur starvast hjá Føroya Tele í 15 ár.

[object Object](Mynd: Bilasøla)

Tað vóru Hendrik Egholm og Christian Nagata, sum í fjør keyptu Bilasøluna frá Gunnari Justinussen. Hendrik Egholm hevur sitið í stjórasessinum síðani tá.

Samstundis sum Hans Jákup Langgaard gerst stjóri, hevur hann eisini keypt part av Bilasøluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

23 Leygardagur 18. september 2021

Maiken Olsen nýggjur leiðari í Økistænastuni í Sandoynni

Byrjar í starvinum 1. oktober

Maiken Olsen (Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Maiken Olsen er sett í starv sum leiðari fyri Økistænastuna Sandoyar Sýslu og tekur hon við starvinum 1. oktober 2021.

Hesum boðar Sands kommuna frá.

Maiken Olsen er 49 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, er Master í Klinisk Sjúkrarøkt og hevur diplom í leiðslu. Maiken Olsen hevur drúgvar starvsroyndir innan eldraøkið bæði í Danmark og Føroyum. Hon hevur eitt nú verið deildarleiðari og økisleiðari innan eldraøki í Sandoynni.

Seinastu sjey árini hevur Maiken Olsen verið eindarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni og verið við til at yvirtikið og ment eldraøkið í Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

24 Leygardagur 18. september 2021

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús vart ph.d. við Durham University

Ann Sølvia vardi í mars sína ph.d. ritgerð, "Burials and Landscapes during the Viking Age" um gravir og landsløg í Føroyum í víkingatíð, og í august varð endaliga útgávan av ritgerðini góðkend

(Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin 1. mars 2021 vardi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús sína ph.d.-ritgerð við Durham University. Heitið á ritgerðini er "Burials and Landscapes during the Viking Age" og snýr seg um gravir og landsløg í Føroyum í víkingatíð.

Vegna Covid-19 støðuna var verjan á netinum. Próvdómarar vóru Sarah Semple, professari og deildarleiðari við Durham University (innanhýsis), og Neil Price, professari í fornfrøði við Uppsala Universitet (uttanhýsis).

Verjan gekk væl og vardi umleið tveir tímar. Skoðsmálini vóru góð, og verjan varð staðin við teirri treyt, at smáar rættingar skuldu gerast. Endaliga útgávan av ritgerðini varð formliga góðkend í august 2021, skrivar Granskingarráðið.

Í síni granskingartíð hevur Ann Sølvia verið innskrivað fyrst við University of Aberdeen og harnæst við Durham University, Department of Archaeology. Fyrsti vegleiðari hjá Ann Sølviu hevur verið Karen Milek, Dr. og lektari við Durham University, og annar vegleiðari hevur verið Mike Church, professari við Durham University. Uttanhýsis vegleiðari hevur verið Símun V. Arge, sáli, fornfrøðingur, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum.

Verkætlanin er høvuðsfíggjað av Granskingarráðnum, Fugloyar Kommunu og Hvannasunds Kommunu.

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús er nú í starvi sum fornfrøðingur á Tjóðsavninum, og ætlanin er, at ph.d.-ritgerð hennara verður útgivin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021

25 Leygardagur 18. september 2021

Alis Jóna Højsted sett sum skúlastjóri í Vestmanna

Hon tekur við starvinum mánadagin

Alis Jóna Højsted (Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Alis Jónu Højsted í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla. Alis er 56 ára gomul, og tók læraraprógv í 2005. Seinni hevur hon tikið prógv sum orðblindalærari og sum serlærari.

Alis hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari, serlærari, og orðblindalærari. Hon hevur leiðsluroyndir bæði í skúlahøpi og innan tað privata.

Hesi síðstu tvey skúlaárini hevur Alis verið í starvi sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla og hevur luttikið á leiðsluskeiði.

Alis tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna skúla tann 20. september 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

26 Leygardagur 18. september 2021

Brillusmiðja latin upp á handilsøkinum við Norðskála

Tað er argjamaðurin Regin Thomsen, ið eigur og fer at reka brilluhandilin

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, var inni á gólvinum og ynskti eigarinum til lukku (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni lat ein brilluhandil upp á handilsøkinum við Norðskála. Talan er um eina nýggja fyritøku, ið Regin Thomsen eigur og fer at reka 

Regin er útbúgvin optometrist og hevur arbeitt sum optikari í høvuðsstaðnum seinastu tíggju árini. Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar, at Regin er upprunaliga argjamaður men hevur búð í Sundalagnum í góð 13 ár.

Regin Thomsen sigur við sunda.fo, at tað leingi hevur verið ein dreymur at seta á stovn egnan brilluhandil, og hann sær stórar møguleikgar í handilsøkinum við Streymin. Regin hevur sjálvur bygt stóran part av nýggja bygninginum, sum Brillusmiðjan nú húsast í, og tískil hevur tað eisini verið ein drúgv tilgongd at byrja virksemið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

27 Leygardagur 18. september 2021

Poul heldur hetta vera tað reina luksus

Poul Djurhuus var fyrstur at royna elsúkkluna, sum Heilsu- og Umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið til vega. Hetta er ein partur av tiltakinum "Súkkling uttan aldur"

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri danir er tað at súkkla líka sjálvsagt sum at busta tenn. Eitt nýggjari slagorð er, at “alle har ret til vind i håret”.

Tá ein gerst eldri verður longri millum bæði gongu- og súkklutúrarnar. Hetta avmarkar eisini sosiala umhvørvið, tí tey eldru verða meira og meira bundin til heim ella stovn. Og avbyrging er tað ringasta, sum kann henda.

Farið varð tí undir eitt tiltak, sum kallaðist “Súkkling uttan aldur”, har nøkur sjálvboðin bjóðaðu sær til at súkkla tey eldru ein túr í býin av og á. Hetta fall sum fráleið mongum vitjunarvinum í lut.

Øll, sum hava verið eystanfyri, hava roynt eina “rickshaw”. Men nú hava hesar genialu elsúkklurnar frá “Triobike Taxi” spjatt seg til fleiri kommunur í Danmark og í Noregi, og um dagarnar kom fyrsta súkklan til Havnar.

Heilsu- og Umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu sigur, at hon verður fyrst roynd á Lágargarði og so lænt út til aðrar stovnar, áðrenn støða verður til fleiri innkeyp. Og fleiri vitjunarvinir eru spentir uppá tiltakið.

Tvey fólk kunnu sita í súkkluni, meðan eitt súkklar. Súkklan er sera vælútgjørd við teppum, trygdarbeltum og kalesju. Hon hevur sterkan elmotor, so lætt er at súkkla.

Fyrstur at royna súkkluna var Poul Djurhuus, meðan vitjunarvinurin Henrik Kølleskov traðkaði á pedalirnar. Poul hevur verið ein býarmynd í mong Harrans ár, men nú beinini vóru farin at svíkja og hann býr á Lágargarði, so var hetta heilt einastandandi.

- Hetta er tað reina luksus, segði Poul, sum hósdagin var ein túr á Vaglinum við Triobike Taxi og fekk okkurt gott prát á torginum í Vágsbotni. Hann var sera fegin um súkkluna, har hann sat heitt og væl og trygt við góðum útsýni og frískari luft og upplivdi eina rúgvu.

Á Vaglinum hitti Poul borgarstjóran og umboð fyri Heilsutænastuna. Ætlanin er nú, at bústovnar kunnu lána hesa súkkluna sínamillum, og verður hugskotið væl móttikið, so verða helst keyptar fleiri súkklur.

Nevnast kann at enda, at Heilsu- og umsorganartænastan hevur sett tvey sokallað aktivitetsfólk í starv frá 1. oktober at rokna. Arbeiðsuppgáva teirra er í høvuðsheitinum at vera við til at geva fólki á eldrabústovnum eitt gott lív.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

28 Leygardagur 18. september 2021

Endiliga fekk Noma sína triðju stjørnu

Nú eru fýra matstovur í Norðurlondum við trimum Michelin-stjørnum. Onki fall á Føroyar á hesum sinni - men Koks varðveitti sínar

René Redzepi og fólkini í Noma í Keypmannahavn frøddust um ta triðju stjørnuna í kvøld
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú eru fýra matstovur í Norðurlondum, sum hava tríggjar stjørnur í guidini hjá Michelin, og sum merkir, at tær eru millum heimsins allarbestu.

Geranium í Keypmannahavn og Frantzen í Stockholm hava framvegis sínar tríggjar stjørnur. Maeemo í Oslo hevur aftur tríggjar stjørnur, eftir at matstovan misti tær tá hon flutti bústað.

Og nú er Noma í Keypmannahavn, sum í fleiri ár hevði heitið heimsins besta matstova, eisini heiðrað við trimum stjørnum hjá Michelin.

- Eg var við at trúgva, at tað aldri fór at henda, segði høvuðskokkurin í Noma, René Redzepi, tá hetta varð avdúkað mánadagin á einum tiltaki í konssertsalinum Stavanger, hóast talan fyri tað mesta var um eitt tiltak, ið gekk fyri sseg á netinum.

Tey, sum høvdu rokna við, at Koks fór at fáa eina triðju stjørnu, fingu ikki rætt. Men Koks varðveitti sínar tvær stjørnur, sum matstovan fekk í 2020.

Ein matstova varð hækkað í tign frá einari til tvær stjørnur. Tað er Kong Hans Kælder í Keypmannahavn.

Hesar matstovur fingu sína fyrstu stjørnu. Onkrar av hesum hava fyrr hava eina stjørnu:

Svøríki: Aira, Stockholm. Project, Göteborg. Äng, Tvååker. Hotel Borgholm, Borgholm.

Finnland: Finnjävel Salonki, Helsingfors

Danmark: The Samuel, Keypmannahavn. Substand, Aarhus. Lyst, Vejle. Syttende, Sønderborg.

Hesar matstovur fingu ein Michelin Bib Gourmand: Babette í Stockholm, Mineral í Malmö, anx í Aarhus, Møntergade, Silberbauers Bistro og Norrlyst, allar í Keypmannahavn og Fagn-Bistro í Tróndheimi.

Hesar fingu ta grønu stjørnuna fyri burðardygd: Grön, Helsingfors, Maeemo, Oslo, Äng, Tvååker, Ark, Brace og Tèrra í Keypmannahavn, Domstic í Aarbus, Henne Kirkeby Kro í Henne og Lyst í Velje.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. september 2021

29 Leygardagur 18. september 2021

Smakktímin er aftur

Kokkar stákast serliga fyri børnunum

(Mynd: Smagens Time)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2019 fingu børnini høvi at fáa eina heilt serliga matuppliving, tá ið tvær matstovur á fyrsta sinni goymdu allar sessirnir til børnini. Nú verður smakktímin aftur.

Hetta vælumtókta tiltakið, sum er fullkomiliga bannað vaksnum, verður í ár mikudagin 6. oktober. Tá lata matstovurnar etika og Barbara í Havn dyrnar upp fyri børnum og ungum fyri at geva teimum eina matuppliving fyri lívið.

- Eins og fyrrárið reka vit foreldrini á dyr, og bjóða børnum at víðka matsjónarringin, tá ið dugnaligir kokkar spenna seg út, og gera eina leskiliga trírættaskrá burtur úr bestu rávørunum, ið fáast hesa árstíðina.

Úti á matstovunum fáa ungu gestirnir eina matskrá við trimum rættum, sum kitla smakkleykirnar og forvitnið og víðka um matsjónarringin. Her fara børn og ung at smakka og lukta, flennna og spyrja, eta og tosa. Tað góða er, tað er Bannað Vaksnum!

Tiltakið er fyri børn og ung millum 5 og 15 ár. Kostnaðurin er 165 krónur fyri hvønn, og fer fram mikudagin 6. oktober millum kl. 16.30 og 18.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni madbillet.dk við tað at Smakktímin er ein partur av vælumtókta danska tiltakinum Smagens Dag.

Og tiltøkini eru nógv umbiðin. Tað er longu útselt á etika, meðan tað (í skrivandi løtu) enn eru pláss á Barbaru.

Í ár er evnið ‘Lokalt’
Evnið hevur til endamáls at fagna nærumhvørvinum. Seinastu tíðina hava vit upplivað, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla nærumhvørvinum. Evnið leggur harafturat dent á, hvussu umráðandi tað er at gangnýta lokalar ráðvørur við burðardyggari framleiðslu í huga. Hetta er ein fagnaður til alt tað góða, ið nærumhvørvið hevur at bjóða.

Smakktímin (Smagens Time) er skipað av Melting Pot Foundation, sum síðan 2011 hevur arbeitt fyri at hækka lívsdygdina og bøta um framtíðamøguleikarnar hjá serliga børnum og ungum bæði í Danmark og í ávísum menningarlondum við virksemi, sum hevur mat, mathandverk og nýhugsan sum gjøgnumgangandi tátt. Yvirskotið frá Smakktímanum fer óskert til arbeiðið hjá Melting Pot grunninum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

30 Leygardagur 18. september 2021

Givið blóð hundrað ferðir

Mortan Simonsen var í vikuni í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og gav blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at nakar hevur givið blóð 100 ferðir

Marita Simonsen og Mortan Simonsen (Mynd: Landssjúkrahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin var Mortan Simonsen í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og gav blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at nakar hevur givið blóð 100 ferðir, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg til blóðgeva. Og so fekk man eina øl aftaná, sigur Mortan flennandi. Mitt í 80-unum var tað vanligt, at blóðgevar fingu sær eina øl eftir blóðgávu.

Mortan minnist, at tað var Marita Simonsen, fyrrverandi formaður og stovnari av Felagnum Blóðgevi, ið tappaði Mortan fyrstu ferð, hann gav blóð.

Blóðbankin hevði tí syrgt fyri, at tað var júst hon, ið tappaði hann fyri 100. ferð.

Mortan Simonsen gav blóð fyrst ferð í 1986 og hevur øll hesi árini verið trúfastur blóðgevi bæði í Føroyum og í Danmark, og kann nú kalla seg: Triði blóðgevi í Føroyum, sum hevur givið blóð 100 ferðir

- Hetta er eitt ómetaliga flott avrik, sum tey mongu, ið hava fingið blóð, eru sera takksom fyri, skrivar Landssjúkrahúsið.

Gávan, sum Felagið Blóðgevi letur í hesum sambandi, er ein glasfuglur frá Mikkalina Glas. Fuglurin ímyndar eina pelikan, sum í fleiri londum er ímyndin av blóðgevagerninginum.

Søgan sigur, at pelikanurin roytir fjarðarnar av sínum egna brósti til blóðið rennur, so veiku ungarnir kunnu styrkjast við at drekka tað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

31 Leygardagur 18. september 2021

Annika og Karin fingu Ársins Róland

Heiðurslønin verður latin av nevndini í LGBT Føroyum fyri at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heiðurslønin Ársins Róland verður latin LGBTara, sum LGBT Føroyar metir, hevur givið eitt týdningarmikið og langt íkast til stríðið fyri javnbjóðis rættindum til LGBTarar í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar.

Ársins Róland fyri 2021 er latin Anniku S. Vang og Karin Jacobsen Vang fyri tað megnar arbeiði, tær hava gjørt í stríðnum fyri rættindunum hjá samkyndum foreldrum og teirra børnum. Tær eiga størsta heiðurin av, at hetta mál er á politisku dagskránni, og at løgtingið nú enn einaferð skal taka støðu til umstøður og rættindi hjá samkyndum foreldrum og børnum teirra.

Í grundgevingini fyri heiðurin verður sagt soleiðis:

”Hesin heiður fer til tvær kvinnur, sum øll í Føroyum kenna. Tvær mammur, sum ótroyttiliga stríðast fyri viðurkenning og sínum rætti at vera foreldur at sínum egnu børnum.

Tit eru foreldur í hjartanum, í gerandisdegnum – men ikki í lóggávuni. Tit eru andlitið og hjartað í stríðnum. Tit eru erligar og tora eisini at vísa, hvussu kensluborið hetta stríðið er fyri tykkum. Tit raka nakað í fólki, sum ger, at tað ikki ber til at taka frástøðu frá tykkum og tí, tit stríðast fyri.

Hóast mótburð reisa tit tykkum altíð aftur. Tit nokta at góðtaka tann órætt, politiska skipanin fremur ímóti LGBT-foreldrum og børnum teirra. Tit stríðast tað góða stríðið, og tað vinnur altíð.

Tit hava longu vunnið stóra viðurkenning millum fólkið. Ein stórur partur av Føroya fólki stuðlar tykkum, og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn eisini lóggávan fer at rúma tykkum og børnum tykkara.

Artan Eli og Ria Vón eru enn ov ung at skilja, hvussu einastandandi djarvar mammur, tey bæði hava. Men tá ið tey verða eldri, verða tey nakað errin og takksom.

Takk fyri tykkara áhaldandi stríð og fyri, at tit gera Føroyar litríkari og stuttligari”. 
[object Object]
Annlis Bjarkhamar handaði Ársins Róland vegna LGBT


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

32 Leygardagur 18. september 2021

Nýskrivaður einrøðuleikur á pall í Finsen

“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er søgan hjá Jógvan Andriasi, um hvussu hann alt lívið, hevur drigist við og kent fylgjurnar av, at hann sum smádrongur bleiv sendur til Danmarkar á sjúkrahús fyri at fáa viðgerð fyri ein mjadnafeil

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er heitið á einrøðuleikinum – monologinum – sum Jógvan Andrias Joensen framførir í Finsen.

Ria Tórgarð hevur skrivað, pallsett og leikstjórnað einrøðuleikin.

“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er søgan hjá Jógvan Andriasi, um hvussu hann alt lívið, hevur drigist við og kent fylgjurnar av, at hann sum smádrongur bleiv sendur til Danmarkar á sjúkrahús fyri at fáa viðgerð fyri ein mjadnafeil.

Jógvan Andrias fekk staðfest mjadnasjúkuna Calve Perthes tá hann var trý ára gamal og bleiv sendur til Danmarkar at fáa viðgerð á Refsnæs Kysthospital.

Hann var heimanífrá í góð tvey og eitt hálvt ár, frá hann var trý til hann var seks ára gamal.

Hann minnist onki frá tíðarskeiðinum, hann var innlagdur í Danmark, men hevur alt sítt vaksna lív kent á sær, at okkurt manglar, okkurt er blivið burtur úr hansara barndómi. So nógv, sum ongantíð er blivið sagt ella viðgjørt, og sum hann beinleiðis kann tengja saman við tíðarskeiðið, hann er burtur frá heiminum, foreldrum og systkjum í Klaksvík.

Í dag er Jógvan Andrias 61 ára gamal og til reiðar at siga sína søgu.

Søga hansara er eisini søgan hjá øllum teimum mongu, sum á onkran hátt hava livað við og kent fylgjurnar av, at tey sjálvi, ella ein teirra, onki annað val høvdu, uttan at verða send av landinum.

Søga hansara vendir sær eisini til tey ungu í dag, ið neyvan hava kunnleika til ella kunnu ímynda sær samfelagið og umstøðurnar, sum teirra foreldur, ommur og abbar, vuksu upp í.

Í leikinum verður dentur lagdur á vónina, sum ongantíð fór frá lítla dronginum tá ringast stóð til.

Leikurin er ein tøkk til foreldur og systkin hansara og ein heiðran av eldsálunum, ið stríddust og enn stríðast fyri at betra um viðgerðarhættir og livikor hjá einstaka føroyinginum.

Vit kenna mest Jógvan Andrias sum trubadur og sangskrivara, og sangir og løg hjá honum verða eisini brúkt í sýningini. Edvard Nyholm Debess, tónleikari, er við á pallinum. Hann ger ljóðeffektir, komponerar, syngur og spælir, soleiðis at tónleikurin gerst ein týðandi partur av søguni.

Tórshavnar Kommuna og Bogi Andreassen, leiðari av Mentanargøtuni í Tórshavn, hava stuðlað verkætlanini við at lagt hølir til í venjingartíðini, og nú almennar sýningar verða.

Leikrit: Ria Tórgarð
Leikstjórn og pallsetan: Ria Tórgarð
Leikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess
Rædddarvenjingar og listarlig ráðgeving: Súsanna Tórgarð
Plakat: Jón Sonni Jensen
Framleiðsla: Rannvá Jónsdóttir

Leikurin varð frumsýndur í Auluni í Finsen í Havn mikudagin. Eftir sýningarnar í Finsen, verður farið kring landið við leikinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021

33 Leygardagur 18. september 2021

Einangran á Hópfígging

Savnar pening til at innspæla komandi heildarútgávuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heimurin var kvirrur í meira enn eitt ár vegna koronu, og tískil hevur Einangran, eins flest aðrir tónleikarar, ikki havt møguleika at framføra og vinna pening. 

Tó so hevur friðaliga koronutíðin ikki verið meira friðarlig enn so, at tey bæði, Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum, hava nýtt tíðina at skriva nýggjan tónleik. Nú eru tey komin so langt áleiðis við verkætlanini, at tíðin er búgvin til at fáa nýggja tónleikin hjá Einangran út í heim.  

Tá danska samfelagið lat aftur 13. marts 2020, endaðu Heiðrikur á Heygum og Lea Kampmann í somu íbúð í Keypmannahavn, har tey fóru í sjálvboðið sóttarhald. Innan leingi fingu tey hugskotið at gera livestream konsertir á Facebook og Instagram. Tey spældu konsertir hvørt kvøld, og høvdu lurtarar frá øllum heiminum.

Eftir eina tíð fingu tey hugskotið at skriva løg saman. Tey bæði høvdu ongantíð áður skrivað løg á føroyskum, og ei heldur høvdu tey skrivað løg saman, men tað vísti seg skjótt, at tey samstarvaðu sera væl, og eftir stutta tíð var hugskotið blivið til fýra løg á føroyskum, sum m.a. lýsa ta serligu, søguligu støðuna, vit øll hava verið í undir koronu. 

Í novembur 2020 gav Einangran fyrstu EP-útgávu sína út. EP‘in var væl umtókt, og til FMA 2021 fekk Einangran virðislønina fyri Ársins sang við lagnum, Kanska. 

Góða móttøkan av fyrstu útgávuni gav Einangran hugin at skriva nýggj løg til heildarútgávu. Tey eru longu til reiðar at fara í upptøkuhølini at taka upp hesa fyrstu heildarútgávu. 

Við at fara á Hópfígging roynir Einangran nú at savna saman 60.000 krónur at brúka til upptøkur av teimum 10 løgunum, sum tey bæði, Lea Kampmann og Heiðrikkur á Heygum hava skrivað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

34 Leygardagur 18. september 2021

Staksdagurin verður í Tjørnuvík í dag

Í dag verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði – í ár eru seks veðrar at taka

Stakkurin (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin, og leygardagin 18. september verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði. Hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru seks veðrar at taka, skrivar staksnevndin í tíðindaskrivi.

Avmarkað luttøka er til túrin. Kostnaðurin fyri túrin er samstundis fyri ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum. Lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða tveir veðrar flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan. Har eru fleiri, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna, skrivar staksnevndin.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum í sambandi við dagin. Eitt nú er tombola aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur í bygdarhúsinum við Halli Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

35 Leygardagur 18. september 2021

Bara Føroyar og Áland hava høgrastýri

Við sigrinum hjá Arbeiderpartiet sita sosialdemokratiskir ella sosialistiskir flokkarnir við leiðsluni í øllum teimum stóru Norðurlondunum

Floksleiðararnir Trygve S. Vedum fyri Senterpartiet og Jonas Gahr Støre fyri Arbeiderpartiet eftir valdigurin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin vann sosialdemokratiski flokkurin Arbeiderpartiet stórtingsvalið í Noregi. Ikki tí flokkurin gekk fram, men tí at flokkurin nú er tann størsti á tingi og hevur ein tryggan reyðan meiriluta aftan fyri seg.

Fyrsta dagin fer leiðarin í Arbeiderpartiet, Jonas Gahr Støre, at skipa stjórn saman við Senterpartiet og Sosialistisk Venstreparti.

Sostatt hava nú øll tey fimm stóru Norðurlondini sosialdemokratiskar stjórnir. Harvið er tað bara landsstýrini í Føroyum og Álandi, sum hava borgarligar politikarar sum stjórnarleiðarar. 

Í Svøríki stendur sosialdemokraturin Stefan Löfven á odda fyri einari smalari stjórn saman við Miljöpartiet.

Í Danmark stendur sosialdemokraturin Mette Frederiksen á odda fyri einari minnilutastjórn, stuðlað av SF, Radikale Venstre og Enhedslisten.

Í Finnlandi stendur sosialdemokraturin Sanna Marin á odda fyri eini stjórn saman við Centern, De Gröna, Svenska Folkpartiet og Vänsterforbundet.

Og í Íslandi stendur vinstravenda Katrín Jakobsdóttir úr flokkinum Vinstri Grænu á odda fyri eini breiðari stjórn saman við borgarligu flokkunum Framsóknarflokkinum og Sjálvstæðisflokkinum.

Í Grønlandi situr Múte B. Egede úr vinstravenda flokkinum IA í formanssessinum saman við Parti Naleraq, stuðlað av Atassut.

Í Álandi hava tey – eins og í Føroyum – eina mið-høgra stjórn undir leiðslu av Veroniku Thörnroos frá Åländska Centren, stuðlað av Moderat Samling för Åland, Obunden Samling og Hållbart Initiativ. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

36 Leygardagur 18. september 2021

Jonas Gahr Støre kann skipa stórn í Noregi

Reyðu flokkarnir vunnu valið, nú verður stjórnarskifti eftir átta ár við borgarligari stjórn

Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein týðuliga rørdur Jonas Gahr Støre, sum seint mánakvøldið takkaði fyri stuðulin eftir stórtingsvalið í Noregi.

Tað gjørdi hann í Folkets Hus í Oslo, har Arbeiderpartiet helt sína veitslu á valkvøldinum.

- Góðu tit øll. Vit hava bíðað, vit hava vónað og vit hava arbeitt hart. Og nú kunnu vit endiliga siga: Vit megnaðu tað, segði hann sambært blaðnum VG.

Tá 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp var greitt, at tað er meiriluti fyri teimum reyðgrønu flokkunum í norska stórtinginum.

Eftir átta ár við borgarligari stjórn, verður tað sostatt stjórnarskifti í Noregi.

- Arbeiderpartiet hevði eitt mál við hesum valinum, sum hevði størri týdning enn alt annað: Eina nýggja stjórn, ið byggir á felagsskap og rættvísi, so at tað aftur verður tað vanliga fólkið, ið stjórnar hesum landinum, segði Støre millum annað.

- Veljararnir hava víst okkum álit. Vit vilja broyta Noreg – og heimin, legði hann afturat.

[object Object]Stór frøi í Arbeiderpartiet, tá úrslitið gjørdist greitt í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Arbeiðaraflokkurin gekk aftur
Fyribils úrslitini vístu, at Arbeiderpartiet kann skipa stjórn saman við miðflokkinum Sentarpartiet og Sosialistisk Venstreparti. Sostatt slepst undan at taka teir meira víðgongdu flokkarnar Rødt og Miljøpartiet De Grønne við.

61 ára gamli leiðarin fyri Arbeiderpartiet vísir tó ikki aftur, at talan kann gerast um aðrar samansetingar.

Tað eru 169 limir í stórtinginum, og tað krevst sostatt 85 fyri at skipa meiriluta.

Hóast Arbeiderpartiet nú er nógv størsti flokkur í stórtinginum, so fekk flokkurin eina afturgongd á valinum. 26,4 prosent er eitt prosentstig færri enn á valinum fyri fýra árum síðani.

Høyre og Fremskrittspartiet taptu stórt
Konservativi flokkurin hjá Ernu Solbjerg, Høyre, gekk tó meira aftur. 20,5 prosent er 4,6 prosentstig færri enn seinast.

Arbeiderpartiet hevur nú 48 limir, Senterpartiet 28 og Sosialistisk Venstreparti 13, so hesir flokkar hava 89 tinglimir tilsamans. Hartil fekk Rødt 8 stórtingslimir og Miljøpartiet De Grønne tríggjar, so talan er um ein stóran meiriluta til reyða vongin í stórtinginum.

Sosialistiski flokkurin, Rødt, gjørdist stóri vinnarin á valinum. 4,7 prosent og eina framgongd á 2,3 prosentstig og ein tvífalding. Flokkurin, sum frammanundan hevði eitt umboð á stórtingi hevur nú átta.

Stóru tapararnir eru Høyre og Fremskrittspartiet. Højre gekk 4,5 prosentstig aftur og Fremskrittspartiet 3,4 til ávikavist 20,5 og 11,7 prosent.

Í tingfólkatali hevur Høyre nú 36, Fremskrittspartiet 21, Venstre 8, Kristelig Folkeparti 3 og so er ein listi í Norðurnoregi, ið kallar seg Patientfokus, ið fekk eitt umboð í stórtingið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

37 Leygardagur 18. september 2021

10 milliónir dollarar til verkætlanir í Grønlandi

Amerikanski menningarstovnurin USAID fer at lata tvær milliónir dollarar um árið fram til 2026 til verkætlanir, ið gagna samstarvinum millum londini

Pelle Broberg, landsstýrismaður, saman við Margot Ellis frá amerikanska menningarstovninum USAID (Mynd: Naalakkersuisut)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønland og USA gjørdu í vikuni eina milliónaavtalu, galdandi fyri komandi fimm árini.

Avtalan tryggjar tvær milliónir dollarar um árið til økt samstarv, sum skal koma Grønlandi til góðar, skrivar KNR.

Tilsamans er talan um eina avtalu upp á 10 milliónir dollarar. Talan er um pengar, sum koma frá amerikanska menningarstovninum USAID, United State Agency for International Developement.

Hesum boðaði grønlendska landsstýri, Naalakkersuisut, frá í tíðindaskrivi.

Tað var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, vinnu-, handils- og veðurlagsmálum, Pele Broberg, sum skrivaði undir USAID-avtaluna við amerikansku stjórnina.

USA hevur í tveimum førum sett pengar av fyri at styrkja samstarvið við Grønland. Í apríl í fjør oyramerkti USA 12,1 milliónir dollarar til verkætlanir, ið skulu styrkja samstarvið.

Í juli í ár kundi amerikanski konsulin í Nuuk, Joanis Simon, fortelja grønlendska kringvarpinum, at amerikanska kongressin hevði sett pengar av til verkætlanir, til at styrkja bondini millum USA og Grønland. Talan var um 10,4 milliónir dollarar. Tað eru ymiskir stovnar í amerikansku stjórnarumsitingini, eitt nú USAID, sum umsita pengarnir, ið eru settir av til verkætlanir í 2021, skrivar NRK.

Tað nýggja nú er, at USAID letur tvær milliónir dollarar um árið heilt fram til 2026.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

38 Leygardagur 18. september 2021

Flokkurin hjá Lars Løkke fingið nóg nógvar undirskriftir

Moderaterne, flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráharranum, kann nú søkja um góðkenning til at stilla upp til komandi fólkatingsvalið, og er góðkenningin væntandi komin í lag innan fáar vikur

Lars Løkke Rasmussen meldaði seg úr Vinstra í januar og byrjaði at savna undirskriftir til Moderaterne í juni (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Moderaterne, nýggi flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen, hevur nú innsavnað nóg nógvar veljaraundirskriftir til at kunna stilla upp til næsta fólkatingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi í 2023.

Fyri at sleppa at stilla upp, skal flokkurin hava í minsta lagi 20.182 undirskriftir, og hesum kom flokkurin á mál við í vikuni.

Nú kunnu Moderaterne søkja um at sleppa at stilla upp til valið, og tá danska innlendismálaráðið hevur kannað allar undirskriftirnar, verður boðað frá, um flokkurin hevur fingið endaligu góðkenningina. Hetta verður væntandi greitt innan fáar vikur.

Tað var 1. januar í ár, at Lars Løkke meldaði seg úr danska vinstraflokkinum aftaná 40 ára limaskap og tíggju ár sum formaður. Hann var forsætisráðharri í tveimum tíðarskeiðum, 2009-2011, og 2015-2019. Í august 2019 legði hann frá sær sum formaður orsakað av ósemju í flokkinum.

Í apríl boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin frá, at hann fór at stovna nýggjan politiskan flokk, og í juni byrjaði hann at savna veljaraundirskriftir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

39 Leygardagur 18. september 2021

Bretska stjórnin umskipað

Liss Truss verður nýggj uttanríkisráðkvinna fyri Dominic Raab, ið nú verður løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri

Lis Truss á veg út úr 10 Downing Street í dag (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johson, hevur umskipa stjórn sína.

Núverandi uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, verður løgmálaráðharri og samstundis nýggjur varaforsætisráðharri, skrivaði BBC í vikuni.

Lis Truss, handilsmálaráðkvinna, sum hevur spælt ein avgerandi leiklut í samráðingunum við onnur lond eftir brexit, verður uttanríkisráðkvinna í staðin fyri Raab.

Dominic Raab fekk nógvar ábreiðslur eftir at taliban tók valdið í afghanska høvuðsstaðnum Kabul fyri mánað síðani.

Dominic Raab var á feriu á eini grikskari oyggj, meðan bretska stjórnin stríddist við at flyta bretskar borgarar og afghansk starvsfólk út úr Kabul. Trupult var at fáa samband við uttanríkisráðharran, og tað varð víst á, at hann ikki sjálvur var førur fyri at taka avgerðir ella halda seg kunnugan við hvat fór fram.

Fleiri týðandi ráðharrar í stjórnini hjá Johnson verða fluttir ella skiftir út. Við umskipanini roynir Johnson at seta sjóneykuna á stríðið fyri at skapa betri livikor eftir farsóttina, sum hevur gjørt stjórnina veikari.

Eitt nú er Gavin Williamsom koyrdur frá sum kenslumálaráðharri, tí tað vóru stórir trupulleikar við trygdini á skúlunum undir farsóttini.

Robert Buckland, løgmálaráðharri, er eisini biðin um at taka seg aftur. Sama er galdandi fyri ráðharran við íbúðarmálum, Robert Jenrick.

Stjórnarkeldur siga, sambært Ritzau, at Johnson hevur tilnevnt nýggjar ráðharrar og -kvinnur, hvørs styrki er at fremja nýskipanir og semju í Bretlandi. 

[object Object]
Fleiri ráðharrar og -kvinnur gingu út og inn úr 10 Downing Street í London mikudagin. Her er tað Dominic Raab, sum nú verður løgmálaráðharri (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

40 Leygardagur 18. september 2021

Talið á døgum við ógvusligum hita tvífaldað síðan 80ini

Seinastu áratíggjuni er tað komið oftari og oftari fyri, at hitin er farin uppá 50 hitastig

(Savnsmynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Árliga talið á døgum við ógvusligum hita, sum kemur upp á 50 hitastig ella meira, er tvífaldað síðan 1980ini.

Hesir dagar koma eisini fyri í fleiri pørtum av heiminum enn áður, og hava teir við sær stórar avbjóðingar fyri heilsu og livikor hjá fólki, vísir ein altjóða greining, sum BBC hevur gjørt.

Hvørt áratíggju síðan 1980 er talið á døgum, har hitin kemur upp um 50 hitastig, økt. Í miðal hava verið umleið 14 dagar í árunum millum 1980 og 2009, har hitin hevur verið so ógvusligur.

Í tíðarskeiðnum 2010 til 2019 var talið komið upp á 26 dagar. Í sama tíðarskeiði øktist árliga talið á døgum við yvir 45 hitastigum eisini við tveimum vikum.

– Hetta  er 100 prosent orsakað lívrunnum brennievni, sigur Friedrike Otto, stjóri fyri Environmental Change Institute, University of Oxford.

Amerikanski veðurmyndugleikin, Noaa sigur eisini, at juli í ár var tann heitasti mánaðurin, sum tey hava skrásett í 142 ár. Í miðal lá hitin um allan heimin á 15,77 stigum í juli, ið er 0,01 stig heitari enn í juli í fjør, sum tá eisini setti hitamet.

Sambært Ritzau er tó ósemja um, hvørt talan var um eitt hitamet í juli ella ei. Evropeiska veðurlagstænastan sigur, at juli 2021 var triðheitasti mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur í heiminum. Tað er tó einki óvanligt í, at munur er millum veðurmátingar hjá ymsu stovnunum.

Fráboðanin frá Noaa kemur stutt eftir, at ST almannakunngjørdi eina nýggja veðurlagsfrágreiðing. Har er niðurstøðan, at nógvar veðurlagsbroytingar eru menniskjaskaptar.

Sambært frágreiðingini fer hitin at halda fram at økast í minsta lagi til við eru komin til miðjuna av 21. øld. Hetta óansæð hvussu nógv útlátið av vakstrarhúsgassum verður avmarkað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

41 Leygardagur 18. september 2021

Fyrsti rúmdartúrur uttan astronautar umborð

SpaceX sendi nýggja rakett út í rúmdina hósnáttina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá SpaceX rúmdarverkætlanin hjá Elon Musk hósnáttina sendi upp enn eina rakett út í rúmdina, var hetta fyrstu ferð nakrantíð, at eitt mannað rúmdarfar varð sent avstað uttan ein útlærdan astronaut umborð.

Væleydnaða útskjótingin fór fram á Kennady Space Center hjá Nasa í Florida.

Tað er 38 ára gamli ríkmaðurin, Jared Isaacman, sum fíggjar túrin, ið hevur fingið heitið Inspiration4. Einki verður sagt um, hvat verkætlanin kostar.

Isaacman er sjálvur við á túrinum. Við sær hevur hann trý onnur: Heyley Arceneaux, sum er læknalesandi, Chris Sembrosk, sum fyrr hevur starvast í amerikanska flogvápninum, og Sian Proctor, ið er professari í jarðfrøði.

Í trý samdøgur skulu tey sveima í ringrás um jørðina í rúmdarhylkinum Dragon, har tey skulu gera ymsar royndir. Men tey fáa eisini høvi at njóta útsýni yvir jørðina gjøgnum serliga rútin í rúmdarhylkinum, skrivar CNN. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

42 Leygardagur 18. september 2021

Jeff Bridges var deyðanum nær orsaka av korona

Stríðist við krabbameini, men tað er onki í mun til stríðið hann hevði við covid-19

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

71 ára gamli Hollywood-sjónleikarin, Jeff Bridges, var deyðanum nær, tá hann fyrr í ár varð smittaður við korona.ð

Tað skrivar hann sjálvur í eini dagføring á heimasíðu síni.

Í fjør avdúkaði Jeff Bridges, at hann hevði fingið staðfest krabba í eitlunum. Í uppslagnum skrivar henn eisini, at krabbin hevur breitt seg, at at knykilin hann hevur í kroppinum nú “er á stødd við eina marmorkúlu”.

Jeff Bridges skrivar, at hann sjálvur heldur, at hann var smittaður við korona í bygninginum, har hann fær kemoviðgerð. Eftirfylgjandi mátti hann vera fimm vikur á sjúkrahúsi, tí “órinsverjan varð skotin í senk av kemoviðgerðini”, skrivar hann.

- Dansur mín við covid-19 fær mína mína sjúkugongd við krabbameini at líkjast einum spæli, sigur oscarvinnandi sjónleikarin.

Jeff Bridges skrivar ikki nær hann var smittaður við virussinum. Hann sigur tó, at hann framvegis arbeiðir við at kunna klára seg uttan súrevnishjálp, men at hann ikki longur nýtist at hava súrevnisfløsku við sær tá hann gongur.

- Covid-19 gav mær eitt gúpp í afturpartin, men eg eru koppsettur tvær ferðir og havi tað nógv betri nú.

- Hóast eg upplivdi løtur við ótolandi pínu, har eg stóð nær himmalsins grindum, so føldi eg meg glaðan fyri tað mesta. Henda upplivingin hevur givið mær eina gávu – lívið er stutt og vakurt, skrivar Jeff Bridges.

Hann hevur eina langa starvsleið, sum sjónleikari. Longu sum barn spældi hann við í sjónvarpsrøðini “Sea Hunt” saman við pápa sínum, Lloyd Bridges, og beiggja sínum, Beau Bridges.

Sum vaksin hevur Jeff Bridges millum annað spælt leiklutin sum “The Dude” í kultfilminum "The Big Lebowski". Hann varð eisini Oscar-virðisløntur fyri sín leiklut í "Crazy Heart".


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

43 Leygardagur 18. september 2021

Yvir 1.000 offur ongantíð funnin

20 ár eftir yvirgansálopini á World Trade Center arbeiða tey framvegis við at eyðmerkja kropslutir, sum vórðu funnir á staðnum, so avvarðandi kunnu jarða síni kæru

12. september 2001, morgunin eftir álopið á World Trade Center (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í vikuni vóru júst 20 ár liðin síðan yvirgangsálopini í USA 11. september 2001, har fýra ferðamannaflogfør vórðu rænd og flugu inn í navnframar amerikanskar bygningar.

Flogførini raktu World Trade Center í New York City, og amerikanska verjumálaráðið, Pentagon í Virginia, og eitt datt niður á eina mørk í Pennsylvania á veg til Washington D.C.

2.753 persónar lótu lív í álopinum á World Trade Center, og 20 ár seinni eru yvir 1.000 av ofrunum framvegis saknaði. Rættarlæknar í New York City arbeiða nevniliga framvegis við at eyðmerkja 1.106 av ofrunum, sum mann ongantíð hevur funnið.

22.000 kropslutir eru kannaðir, eftir at hesir eru funnir á vanlukkustaðnum. Arbeitt verður framvegis við at fáa hesar lutir knýttar at ofrunum, so avvarðandi kunnu sleppa at jarða tey.

Mark Desire, leiðari fyri rættarlæknalívfrøði í New York City, sigur, sambært Ritzau, at tey helst ongantíð koma á mál við at eyðmerkja øll.

Summi lík vórðu heilt útbrent undir álopinum, og familjurnar hjá um 100 av ofrunum hava noktað at givið rættarlæknunum DNA-royndir.

– Tilgongdin er drúgv, so tá vit finna eitt "match", gevur tað toyminum nýggja orku, sigur Mark Desire.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2021

44 Leygardagur 18. september 2021

Borgarstjórin í Paris bjóðar seg fram sum forsetavalevni

Anne Hidalgo er ein teirra, ið fer at bjóða Emmanuel Macron av á forsetavalinum komandi ár

Kanningar hava higartil víst, at Anne Hidalgo hevur lítla undirtøku (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Anne Hidalgo, borgarstjóri í franska høvuðsstaðnum Paris, boðar í dag frá, at hon bjóðar seg fram sum valevni til komandi franska forsetavalið.

Harvið legst navn hennara aftur at teimum, sum hava boðað frá, at tey ynskja at bjóða sitandi forsetanum, Emmanuel Macron av næsta ár.

– Hetta eru álvarsamar tíðir, og fyri at geva fólkinum vón, havi eg tikið avgerð um at stilla upp sum valevni til franska forsetavalið, sigur 62 ára gamla Hidalgo.

Í 2014 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Paris, og hevur hon staðið á odda fyri býnum gjøgnum fleiri kreppur: Bataclan-álopið í 2015, mótmælini hjá Gulu Vestunum, og eldurin í Notre Dame.

Sambært meiningakanningum, stendur borgarstjórin til at fáa átta prosent undirtøku í fyrsta valumfarinum í apríl. Sostatt hevur hon eitt stórt arbeiði frammanfyri sær, um hon skal gera sær nakra vón um at gerast forseti.

Anne Hidalgo umboðar sosialistiska flokkin, sum hevur havt stórar avbjóðingar, síðan Francois Hollande, ið var forseti í árunum 2012 til 2017, uppgav at verða afturvaldur, av tí at hann hevði so lítla undirtøku millum fólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2021

45 Leygardagur 18. september 2021

Frá Faroe Petroleum til Longboat – bora nú í Barentshavi

Hóast føroyska oljufelagið Faroe Petroleum í dag er søga, so hava fyrrverandi oddamenninir ikki lagt árarnar inn

Fyrrverandi Faroe Petroleum fólk royna nú eydnuna í Barentshavinum við risa boripalli
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tvørturímóti – undir nýggja Víkinga-heitinum “Longboat Energy” hava teir nú sett borin í undirgrundina í Barentshavinum. Helst hava fleiri føroyskir íleggjarar frá Faroe Petroleum tíðini – umframt stovnaran og stjóran Graham Stewart – sett sítt álit á nýggja oljufelagið, sum nú roynir eyduna í Barentshavinum.

Eftir at hava keypt upp fleiri loyvi á norska landgrunninum er Longboat Energy nú fyri fyrstu ferð við í eini boring á Rødhette leitimiðinum í Barentshavinum saman við norska Vår Energy. Tess eigaralutur er 20 prosent. Longboat varð stovnað í 2019, eftir at norska oljufelagið DNO keypti Faroe Petroleum. Eftir tað tóku tríggir av oddamonnunum í felagnum stig til at stovna Longboat Energy, sum hevur sett sær fyri at fara undir oljuleiting og framleiðslu á norska landgrunninum.

Við sær hava teir umframt íløgupening eisini drúgvar royndir og vitan frá tíðini, tá Faroe Petroleum var eitt sera virkið felag í bæði Norra og Bretlandi og sum kláraði seg sera væl á flestu økjum.

Hesin fyrsti brunnurin hjá felagnum fer at taka upp til seks vikur. Vår Energy er fyristøðufelag og brúkar pallin Scarabeo 8 til boringina. Umframt henda brunnin er ætlanin at bora tveir brunnar aftrat í hesum árinum. Helge Hammer, stjóri, er sera fegin um, at tað hevur eydnast felagnum eftir so stutta tíð bæði at keypa upp loyvispartar umframt at fara undir fyrstu boringina um sama mundið. Møguleikin fyri eini væleydnaðari boring er heili 41% skilst.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

46 Leygardagur 18. september 2021

Oljueftirspurningur veksur nú fleiri verða vaksinerað

Sohvørt fleiri og fleiri fólk verða vaksinerað móti covid 19, so veksur eftirspurningurin eftir olju

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Altjóða Orkustovnurin IEA roknar við, at eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at taka eitt dik á seg í oktober, tá vaksinan móti korona av álvara hevur fingið fastatøkur kring heimin, skrivar The Times.

Eftirspurningurin er minkaður seinastu tríggjar mánaðirnar orsakað av vøkstrinum av koronasmittaðum serstakliga í Asia, men tekin eru nú til, at smittan er við at minka. IEA roknar við, at eftirspurningurin fer at vaksa við 1,6 mió. tunnum um dagin í oktober og fer at halda fram at hækka í fjórða ársfjórðingi. 

Altjóða eftirspurningurin eftir olju fall í 2019 frá 100 mió. tunnum um dagin til 91 mió. tunnur um dagin í fjør, sum fekk oljuprísin at kava. Men síðani eru prísirnir aftur farnir at hækka serstakliga eftir, at Opec+ londini avmarkaðu sína framleiðslu.

IEA væntar, at eftirspurningurin fer at hækka við 5,2 mió. tunnum um dagin í ár. Og at hann fer at vaksa í 2022 við 3,2 mió. tunnum, sum hevur við sær eina samlaða framleiðslu um dagin uppá 99,4 mió. tunnur tvs. næstan tað sama sum undan koronasóttini. 

Oljuprísurin er í løtuni uppá 74 dollarar. Prísurin á gassi er farin upp í loft og tað hevur við sær stórar avbjóðingar i fleiri londum eitt nú Bretlandi og USA. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

47 Leygardagur 18. september 2021

Meira russiskt gass til Evropa

Nord Stream 2 gassleiðingin úr Russlandi til Týsklands komin á mál

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tann nógv umstrídda Nord Stream 2 gassleiðingin, sum nú hevur verið í gerð í trý ár ár, er loksins komin leiðina fram - úr Russlandi til Týsklands. Møguliga verður skrúvað frá fyri gassinum longu í oktober og fer russiskt gass, sum frammanundan røkkur til hundraðtúsundtals húsarhald í fleiri evropeiskum londum gjøgnum aðrar leiðingar, nú í nógv størri mun at verða týðandi orkuveitari til Evropa.

Orsøkin til at gassleiðingin hevur verið og er umstrídd framvegis er tann, at við henni kann Evropa gerast uppaftur meira bundið at orku úr Russlandi í framtíðini. Tvs. at henda støðan kann gerast vandamikil fyri ikki bara orkutrygdina í Evropa men eisini geopolitisku støðuna, har man ímyndar sær, at ein Putin kann skrúva fyri gassinum, tá hann heldur tað ráðiligt fyri at tæna egnum russiskum áhugamálum.

Tað var m.a. henda vanda, sum fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump, gjørdi vart við og tí setti sanktiónir í verk móti øllum teimum fyritøkum, sum vórðu partur av Nord Stream 2 verkætlanini. Tað seinkaði hana nakað, men hetta kom sjálvandi illa við hjá týskum myndugleikum, sum m.a. hava ella eru um at  sløkkja fyri kola- og kjarnorkuverkum, fyri heldur at taka í brúk russiskt gass, tí tað dálkar minni so ella so.

Tá so Joe Biden tók við sum forseti tók hann málið uppaftur við týsku stjórnina og fyri at varðveita tað góða samstarvið millum Týskaland og USA, tók hann av handilsboykottini móti fyritøkum, sum vóru partur av verkætlanini. Men hann gjørdi samtíðis greitt, at um Russland vísti minsta tekin til at vilja brúka gassleiðingina politiskt, so fór tað at fáa álvarsligar fylgjur.

Enn ein spurningur, sum oftani verður tikin fram í sambandi við gassleiðingina, er støðan hjá Ukraina, ið leingi hevur verið bundið at russiskum gassi, men har russar vitandi hava brúkt gassið, sum verður flutt gjøgnum gassleiðing í Ukraina,  til at leggja trýst á landið, tí tað vil nærkast NATO. Nýggja Nord Stream 2 leiðingin fer uttan um Ukraina.

Tað er russiska orkufelagið Gazprom, sum eigur meginpartin av gassleiðingini. Og tað er russiski staturin, sum eigur Gazprom. Russiska gassverkætlanin endar ikki her. Ætlanir eru at byggja eina nýggja LNG verksmiðju eisini, sum eisini skal flyta gass til Evropa. 

At russiska gassið hevur týdning fyri evropeiska marknaðin sást nú um dagarnar, tá tað kom fram, at stór óvissa var um, nær nýggja gassleiðingin verður tikin í brúk. Meðan eygleiðarar hava víst á oktober hevur Putin forseti fyrr víst á, at tað verður helst ikki fyrr enn síðst í hesum árinum.Hetta kann vera taktiskt frá russiskari síðu fyri at vinna sær tíð at fáa tær bestu avtalurnar.  Henda óvissan fekk í farnu viku gassprísirnar at fara upp í loft, nú veturin nærkast og gasseftirspurningurin fer at økjast.

Russland hevur leingi verið ein stórur framleiðari og útflytari av gassi, sum kemur úr Sibira og úr økjum har norðuri í Russlandi. At tað ber til hjá Russlandi at byggja út undirstøðukervið enn meira kemst av, at Russland kann framleiða so mikið nógv gass, at flutningurin longu leiðina til marknaðin kortini er lønandi. Og Evropa hungrar eftir gassi, ikki minst undir grøna orkuskiftinum, nú gass verður brúkt ístaðin fyri olju og kol, har hetta ber til.  

[object Object]

Nógvar eru viðmerkingarnar í altjóða miðlunum - fyri og ímóti - nýggju gassleiðingini, tí hon fer at gera Evropa meira bundið at Russlandi. Eisini eru tað teir eygleiðarar, sum halda tað vera eina margháttliga gongd -  um somu tíð sum meira gass verður innflutt úr Russlandi - at tað  serstakliga frá umhvørvisfólki verður strongt á at minka ella heilt steðga leiting eftir og útbyggingum av nýggjum olju- og gassfeltum í eitt nú Norðsjónum, sum annars skulu til fyri at nøkta framhaldandi eftirspurningin eftir gassi.

Víst verður eisini á, at fer mótstøðan í Evropa móti at gera íløgur í nýggja olju og gass at økjast, so koma vit  í nógvum førum til at skula  innflyta olju og gass úr londum, har tað antin onki eftirlit er við útlátinum og umhvørvisligum árinum, ella har framleiðslan fer fram í londum við einaræðisstýrum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2021

48 Leygardagur 18. september 2021

Sær svart út hjá fuglfirðingum

EB/Streymur vann stóra dytin í niðurflytingarstríðnum ímóti ÍF

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bólturin rullar aftur í Betri deildini hjá monnum. Eftir ein landsliðssteðg varð fult umfar leikt farna vikuskiftið.

Á Eiði var spennandi dystur í niðurflytingarstríðnum, har ÍF var á vitjan hjá sundalagsmonnum. EB/Streymur lá undan dystinum á áttanda plássi við trimum stigum frammanfyri ÍF á níggjunda plássi. Tí var dysturin serliga avgerandi hjá fuglfirðingum.

Tað gjørdist ikki ein málríkur dystur. Einsamalla málið í dystinum kom tá Tóki Johannesen legði EB/Streym á odda aftaná 49 minuttir. Sundalagsmenn vunnu harvið avgerandi dystin, og lyfta seg upp á eitt deilt sjeynda pláss saman við B68 við 19 stigum.

Hjá ÍF, sum nú hevur seks stig upp til B68 og EB/Streym, sær sera trupult út.

Í Trongisvági og á Toftum vunnu Víkingur og KÍ stórsigrar ímóti ávikavist TB og B68.

Eina løtu sá 07 Vestur út til at fara avstað við øllum stigunum ímóti B36 á Dungasandi, men ein minutt fyri leiklok javnaði Sebastian Pingel fyri havnaliðið, og tryggjaði teimum hvítu eitt stig.

Sunnukvøldið vann HB stórsigur 4-0 móti NSÍ.

EB/Streymur. - ÍF 1-0 (0-0)
49’ Tóki Johannesen 1-0

07 Vestur - B36 2-2 (1-1)
18’ Sebastian Pingel 0-1
33’ Predrag Jeremic 1-1
83’ Albert Theis Nielsen 2-1
89’ Sebastian Pingel 2-2

TB - Víkingur 0-6 (0-4)
1’ Martin Klein Joensen 0-1
34’ Jákup Johansen 0-2
35’ Jákup Johansen 0-3
42’ Martin Klein Joensen 0-4
58’ Sølvi Vatnhamar 0-5
86’ Sølvi Vatnhamar 0-6 (br.)

B68 - KÍ 0-5 (0-3)
15’ Sjálvmál 0-1
16’ Deni Pavlovic 0-2
30’ Claes Kronberg 0-3
52’ Boris Dosljak 0-4
60’ Jasper Van Der Heyden 0-5

HB - NSÍ 4-0 (2-0)
3’ Mikkel Dahl 1-0
18’ Hilmar Leon Jakobsen 2-0
55’ Mikkel Dahl 3-0
85’ Stefan Radosavljevic 4-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 59 stig (21 dystir)
2. Víkingur 47 stig (21 dystir)
3. HB 37 (19 dystir)
4. B36 36 stig (21 dystir)
5. NSÍ 32 stig (22 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. B68 19 stig (21 dystir)
9. ÍF 13 stig (20 dystir)
10. TB 3 stig (20 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2021

49 Leygardagur 18. september 2021

HB vann miðvikudystin trygt 2-0

Havnarmenn vístu onga náði fyri fuglfirðingum, sum eru á niðurflytingarkós

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ikki óvæntað gjørdist tað til ein sigur hjá HB, sum mikukvøldið var á vitjan hjá fuglfirðingum, sum liggja á næstaftasta plássi í Betri deildini hjá monnum. Havnarmenn vunnu 2-0, og alt bendir á, at ÍF má tungu leiðina niður í næstbestu deildina.

HB leyp á frá byrjan, og skoraðu bæði málini í fyrra hálvleiki. Tað vóru Stefan Radosaljevic í sjeynda minutti og Adrian Rúnason Justinussen í 31. minutti, sum tóku sær av málunum.

Eftir steðgin vóru HB’ararnir ikki líka svangir, og ÍF fekk eitt sindur av plássi. Fuglfirðingar megnaðu tó ongantíð at blíva farligir.

ÍF við 13 stigum hevur ein botndyst eftir. Tað er ímóti TB, men seks stig eru upp til B68 og EB/Streym, sum liggja beint omanfyri niðurflytingarstrikuna við 19 stigum.

HB liggur á triðja plássið við 40 stigum, og sjey stig eru upp til Víking á øðrum plássi.

Støðan í Betri deildini hjá monnum

1. KÍ 59 stig (21 dystir)
2. Víkingur 47 stig (21 dystir)
3. HB 40 stig (20 dystir)
4. B36 36 stig (21 dystir)
5. NSÍ 32 stig (22 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. B68 19 stig (21 dystir)
9. ÍF 13 stig (21 dystir)
10. TB 3 stig (20 dystir)

23. umfar, sunnudagin 19. september

B36 - ÍF (14:00)
NSÍ - TB (15:00)
KÍ - 07 Vestur (15:00)
Víkingur - B68 (15:00)
HB - EB/Streymur (17:00)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

50 Leygardagur 18. september 2021

Leingir við oddaliðið

Deni Pavlovic leingir við KÍ í tvey ár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

28 ára gamli serbin, Deni Pavlovic, hevur longt sáttmálan við KÍ fram til og við kappingarárið 2023.

Hesum boðaði KÍ frá í vikuni.

Deni Pavlovic kom til KÍ undan kappingarbyrjan í 2018, og hevur verið drúgvur. Hann hevur higartil leikt 97 dystir fyri KÍ og skorað 13 mál.

Deni Pavlovic skoraði eitt mál í fimm-málssigrinum móti B68 sunnudagin, og tað var samstundis hansara fyrsta í ár í Betri deildini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

KÍ liggur greitt á odda í Betri deildini hjá monnum. Við 59 stigum, og 12 stig niður til Víking á øðrum plássi, tykist greitt fyri øllum, at føroyameistaraheitið í ár fer til Klaksvíkar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. september 2021

51 Leygardagur 18. september 2021

Skrædl í øðrum hálvleiki førdi til tvísiffrað tap

Spanskar stjørnur á vitjan á Tórsvølli hóskvøldið, har 1089 áskoðarar vóru til dyst. Úrslitið gjørdist til 10-0

Liðskiparin á føroyska liðnum, Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nummar tíggju á styrkislistanum hjá FIFA var á vitjan hjá nummar 95. Og tað sást eisini aftur í úrslitinum, sum gjørdist 10-0.

Tað sá kortini ikki so galið út í hálvleikinum, tá støðan bara var 3-0. Tað gingu sjey minuttir áðrenn sponsku kvinnurnar fingu hol á, og lítlan minutt seinni lá bólturin aftur í netinum.

Síðani fingu føroysku kvinnurnar luft eina løtu til ein góður hálvur tími var leiktur tá støðan gjørdist 3-0.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar bardust alt tær vóru mentar, og teir 1089 áskoðararnir, sum vóru til dystin, gjørdu sítt til at okkara kvinnur kláraðu at halda støðuna til steðgin.

[object Object]Ein yngri útgáva av Skansanum gjørdi sítt til góða hýrin á Tórsvølli hóast stórtap (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men eftir steðgin skrædnaði veruliga, og skjótu sponsku kvinnurnar løgdu seg á odda 9-0 tá tjúgu minuttir vóru eftir. Í síðsta álopinum í dystinum eydnaðist teimum reyðu og hvítu at økja til tvísifraða úrslitið 10-0.

[object Object]Tíggju ferðir fegnaðust sponsku kvinnurnar um at bólturin lá í føroyska málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Kósin er nú sett ímóti Glasgow har Skotland tekur ímóti týskvøldið.

Sí fleiri myndir frá dystinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

52 Leygardagur 18. september 2021

KÍ einsamalt oddalið

Við javnleiki og tapi dragnaðu EB/Streymur og NSÍ í oddastríðnum

Maria Biskopstø skoraði málið til 1-0 móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við 2-0 sigri á HB samstundis sum at EB/Streymur og B36 í Havn leiktu javnt, liggja KÍ-kvinnur nú á odda í bestu deildini við 39 stigum.

EBS/Skála og KÍ hava verið á einum deildum fyrsta plássi, men nú eru klaksvíkskvinnur altso einsamallar á odda í deildini.

Fult umfar varð leikt í deildini leygardagin. Uppflytaraliðini 07 Vestur og AB/B71 hittust á Dungasandi í Sørvági. Vágakvinnur høvdu munin og vunnu 3-1, har Evelin da Dilva Mastropasqua tók sær av heili tveimum málum hjá heimaliðnum.

Hjá NSÍ fekk meistarastríðið eitt skot fyri bógvin við tapi ímóti Víkingi.

07 Vestur - AB/B71 3-1 (2-0)
9’ Evelin Da Silva Mastropasqua 1-0
32’ Heidi Maria Akselsen 2-0
56’ Evelin Da Silva Mastropasqua 3-0
69’ Judith Rasmussen 3-1

KÍ - HB 2-0 (2-0)
4’ Maria Biskopstø 1-0
42’ Jancý Mohr 2-0

NSÍ - Víkingur 0-1 (0-1)
23’ Jensa Tórolvsdóttir 0-1

B36 - EBS/Skála 0-0

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 39 stig
2. EBS/Skála 37 stig
3. NSÍ 33 stig
4. HB 27 stig
5. Víkingur 26 stig
6. B36 20 stig
7. 07 Vestur 12 stig
8. AB/B71 0 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. september 2021

53 Leygardagur 18. september 2021

Hesar eru í hópinum móti Rumenia og Danmark

Rakul Wardum, Jana Mittún og Lív Bentsdóttir Zachariasen eru úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstu ferð, og Ninna Katrin Johansen er aftur. Føroyar spæla í Rumenia 6. oktober og taka ímóti Danmark 10. oktober

Súna Krossteig Hansen, ið her fegnast um eitt mál móti Ísrael, er ein av teimum úttiknu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í juni vunnu føroysku kvinnurnar sær rættin at spæla í EM-undankappingini við sigrum á Finnlandi og Ísrael í Høllini á Hálsi í undan-undankappingarbólki.

Høvuðsundankappingin fer í gongd í oktober, har Føroyar fyrst spæla í Mioveni í Rumenia mikudagin 6. oktober, og síðani í Høllini á Hálsi móti Danmark sunnudagin 10. oktober. Umframt hesi liðini eru føroysku kvinnurnar í bólki við Eysturríki.

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið 16 leikarar til EM-undandystirnar:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København

Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Jana Mittún, H71
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Durita Christophersen Jojic, Stjørnan
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

[object Object]

[object Object]
Jana Mittún (ovara myndin) og Rakul Wardum (niðara myndin) vóru á All Star-liðnum, tá føroysku U19-kvinnurnar í juli gjørdu um seg í European Championship-kapping í Norðurmakedónia, har Føroyar millum annað vunnu á Niðurlondum. Nú eru tær báðar úttiknar til A-landsliðið, og tað er Lív B. Zachariassen eisini

Hópurin líkist tí, sum var í juni, men nakrar broytingar eru, og millum annað eru fleiri heilt ungir leikarar við, og hópurin er sum heild ungur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

54 Leygardagur 18. september 2021

H71 legði frá landi við sigri

Steypavinnararnir vunnu við fýra málum á Kyndli í gjárkvøldið

Peter Krogh, her í steypafinaluni í februar, skoraði fimm mál í Høllini á Hálsi (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuskiftinum fóru bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum í gongd. Hjá monnum vóru úrslitini hesi: 

KÍF - VÍF 30-25
Neistin - Team Klaksvík 31-32
StÍF - Kyndil 25-25

Tað var H71, ið sat yvir í fyrsta umfari, men hoyvíksmenn komu í gongd í mikukvøldið, tá teir fóru stytsta møguliga vegin til ein útidyst.

Kyndil tók ímóti í Høllini á Hálsi. Sunnudagin fingu teir í grønum eitt stig á Skála, men teir komu illa frá byrjan mikukvøldið. Tað var 1-7, tá tíggju minuttir vóru leiktir, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi. H71 var á odda við fýra málum í steðginum, og munurin var fýra mál í steðginum og eisini, tá seinasta bríksl ljóðaði.

Kristoffur Bjørgvin hjá Kyndli gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málum.

2. umfar í Burn-deildini
Mikudagin 15. september
Kyndil - H71 26-30 (11-15)

Toppskjúttar: 
Kristoffur Bjørgvin 8 mál, Anders Risdal 6 mál - Peter Krogh 5 mál, Pætur Thomsen 5 mál

Leygardagin 18. september kl. 18
KÍF - Team Klaksvík

Sunnudagin 19. september kl. 16
VÍF - StÍF

Støðan
KÍF 2 stig
H71 2 stig
Team Klaksvík 2 stig
StÍF 1 stig
Kyndil 1 stig (Ein dyst fleiri enn hini)
Neistin 0 stig
VÍF 0 stig

H71 spælur aftur 25. september, tá Team Klaksvík vitjar í triðja. umfari. Kyndil skal aftur í eldin um tíggju dagar í Vestmanna


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

55 Leygardagur 18. september 2021

Jóhan á Plógv Hansen til Flensburg-Handewitt næsta ár

Høgri vongurin skal spæla fyri týska stórfelagið, har 27-ára gamli havnarmaðurin, eins og á danska landsliðnum, verður avloysarin hjá Lasse Svan. Jóhan á Plógv hevur undirskrivað ein trý-ára sáttmála, ið er galdandi frá juni 2022

Jóhan á Plógv Hansen byrjaði sína hondbóltsleið í Høllini á Hálsi, har hann her spælir venjingardyst móti føroyska A-landsliðnum við Bjerringbro-Silkeborg, ið er felagið, har vongurin veruliga staðfest seg í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin 6. september boðaði Lasse Svan frá, at hann við kappingarlok støðgar sína yrkisleið. Nú 38-ára gamli høgri vongurin hevur vunnið alt, sum vinnast kann, síðani hann kom til Flensburg í 2008, og tað hevur hann eisini á danska landsliðnum, har Svan er nummar fimm á listanum yvir teir við flest landsdystum.

Seinastu árini hevur Jóhan á Plógv Hansen kappast við sera roynda Hans Lindberg um at vera næsti maður aftanfyri Svan. Ta kappingina tykist Jóhan at hava vunnið, og nú er lagt upp til, at hann skjótt fer at taka yvir sum fyrsta val á høgra vongi hjá heimsmeistarunum.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen hevur seinastu tvey árini verið meira ella minni fastur í danska landsliðshópinum

Síðani Svan kunngjørdi, at hann fór at støðga, hava gitingar verið um, hvørt Jóhan á Plógv ikki verður nýggjur maður í Flensburg-Handewitt, og nú hevur felagið váttað hetta. Jóhan á Plógv Hansen kemur eftir hetta kappingarárið til stórfelagið úr TSV Hannover-Burgdorf, har hann í løtuni er í gongd við sítt kappingarár nummar tvey

Føroyingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við felagið, sum síðani 2003 hevur vunnið trý týsk meistaraheiti, tríggjar styepakappingar og Champions League eina ferð. Felagið úr Norðurtýsklandi er endað í topp-trý í Bundesliguni á hvørjum ári, um vit hyggja eftir teimum seinastu tíggju. Flensburg-Handewitt hevur síðani stovnanina fyri 30 árum síðai havt nógvar stórspælarar í hópinum - serliga skandinaviskar.

Fegnast um at hava funnið avloysaran
Á sg-flensburg.handewitt.de verður millum annað skrivað um Jóhan, at hann spældi í Kyndli frá hann var fýra, til hann var 16, tá leiðin gekk til akademii í Skanderborg í Danmark. Nevnt verður, at "føroyingurin, ið spælir á danska landsliðnum" skeyt heili 146 mál fyri Hannover-Burgdorf í sínum fyrsta kappingarári í Týsklandi í fjør, og at hann er tvífaldur heimsmeistari og OL-silvurvinnari.

Talan er um leikara, ið Flensburg-Handewitt hevur fylgt í eina tíð: 

- Hetta er ein av bestu leikarunum á sínum plássi og ein góður avloysara fyri Lasse Svan. Tað er ein leikari, ið vit hava fylgt í longri tíð, á, sigur venjarin Maik Machulla.

- Við hansara teknisku og mentalu styrkum verður hann ein fongur fyri okkum, og vit fegnast um at hava fingið fatur á honum, sigur ítróttarstjórin Dierk Schmäschke, ið leggur afturat, at hann hóskar væl inn í siðvenjuni við donskum landsliðsleikarum á vongplássunum (Umframt Lasse Svan, hava millum annað Christian Hjermind, Anders Eggert og Lars Christiansen umboðað felagið. red)

Fyri Jóhan er talan um ein dreym og eitt ynski, ið gerst til veruleika, og hann gleðir seg at spæla frammanfyri áskoðarunum í Flensburg, sigur hann við heimasíðuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021

56 Leygardagur 18. september 2021

Føroyskir vektlyftarar kappast um DM-heiðursmerkir um vikuskiftið

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka hetta vikuskiftið í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn

Leif á Bøgarði á Føroyaleikum í summar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seks føroyskir vektlyftarar, tvær kvinnur og fýra menn, luttaka leygar- og sunnudagin í DM, donsku meistarastevnuni á Østerbro í Keypmannahavn. Byrjan báðar dagar klokkan 11 danska tíð.

Føroysk olympisk vektlyfting er í stórari menning, og tað kann væl enda við, at føroyingar vinna sær heiðursmerkir við DM, sum verður í Idrætshuset á Østerbro, Gunnar Nu Hansen Plads. 7.

Stroymingslóðir og vegleiðandi byrjunartíðir hjá føroysku luttakarunum verða at síggja á facebook hjá Føroya Styrkisambandi ella www.styrkisamband.fo kappingardagin.

[object Object]Frá kapping í Spania fyrr í ár. Anna Kristina Niclasen, Pól Hendrikur Andreasen, Maibrit Reynheim Petersen. Aftanfyri Frank Petersen, venjari

Føroysku luttakararnir eru Maibrit Reynheim Petersen, Anna Kristina Niclasen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði og Sofus Bech.

Danin Frank Petersen er venjari hjá føroyskum lyftarunum: “Niels Áki, Pól Hendrikur, Maibrit og Anna Kristina meti eg øll hava góðar møguleikar at kappast um heiðursmerkir”, sigur hann.

Niels Áki Mørk er fluttur úr 61 kg upp í 67 kg flokkin. Í venjingini fram til DM hevur Niels Áki, sum við sínum 19 árum er yngsti føroyski lyftarin, økt heilt fitt um sínar lyftivektir.

26 ára gamli Pól Hendrikur Andreasen, sum lyftir í 73 kilo flokkinum, verður mettur at vera heilt frammi í oddinum, tá um lyftiteknikk umræður, og vónirnar eru góðar.

Maibrit Reynheim Petersen og Anna Kristina Niclasen umboða føroysku kvinnurnar í kappingini. Mett verður, at báðar fara at lyfta um heiðursmerkir.

25 ára gamla Maibrit lyftir í 64 kg flokkinum, og lyfti hon seg í fjør til eitt fimta pláss. Síðani tá hevur hon havt stóra framgongd, men hon fer at fáa kapping frá hinum 14 lyftarunum í flokkinum.

Anna Kristina Niclasen stoytti sum fyrsti føroyskari kvinnuligi vektlyftari 100 kilo upp um høvd. Hon hevur drigist við smáskaðar, men er kortini væl fyri. Hon lyftir antin í 64 ella 71 kg flokkinum.

Í miðaltungu vektflokkunum eru tað Leif á Bøgarði í 81 kilo flokkinum og Sofus Bech í 96 kilo flokkinum, ið fara at royna síni kynstur.

Frank Petersen metir, at hesir báðir eisini eru rættiliga væl við. Leif, sum eisini er kendur frá crossfit, er sera sterkur, og við at menna lyftiteknikkin enn meira fer tað at økja munandi um hansara lyft.

Sofus er tann tyngsti vektlyftarin av hesum seks. Hann er er fyrrverandi svimjari og fæst eisini við rógving. Sofus er nýliga ryktur upp í hendan vektflokkin og er uttan iva ein framtíðar vektlyftari.

Frank Petersen, sum eisini er venjari hjá danska kvinnulandsliðnum metir, at orkan og hugurin til venjingarnar fram til DM tekna gott fyri føroyska olympiska vektlyfting.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. september 2021

57 Leygardagur 18. september 2021

Luitjen vann bronsu

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum var á Hotel Føroyum farna vikuskiftið

Luitjen Akselsson Apol - vann bronsu í bólkinum fyri teir 15-16 ára gomlu
SkrivaÐ:

Innsent

Tað var Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum endaði nummar trý í bólki C fyri teir 15-16 ára gomlu. Luitjen hevði næsthægsta styrkitalið í bólkinum, vónir vóru tí um meira enn eitt bronsuheiðursmerki, men úrslitið mundi vera á góðari leið. 

Kappast var í fimm bólkum eftir aldri. Tvey umboð fyri hvørt av londunum vóru í hvørjum aldursflokki.

Av hinum føroysku telvarunum bragdaði eisini hjá Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í bólki B. Hann var styrkismettur nummar átta, men endaði nummar fimm við 3½ stigum.

Í yngru bólkunum hava føroysku telvararnir ikki somu royndirnar sum hinir, umframt lægri styrkital enn mótstøðumenninir, og tað sást aftur í úrslitunum. Eingin av føroysku telvarunum í báðum yngstu bólkunum vann nakran av útlendsku mótstøðumonnunum.

Kanska tekin um, at ov lítið er komið undan í barnatelvingini í Føroyum hesi seinastu árini.

Endaliga støðan:

Bólkur A (19-20 ár) 12 telvarar í alt
1. IM Mads Vestby-Ellingsen, Noreg 5 stig
2. IM Vignir Vatnar Stefanansson, Ísland, 5
3. IM Milton Pantzar, Svøríki 4½
---
9. Janus Skaale (FØR) 2
11. Rógvi Mørkøre (FØR) 1

Bólkur B (17-18 ár) 10 telvarar
1. Gustav Torngren, Svøríki 5 stig
2. Paulius Meskenas, Danmark 4
3. Casper Liu, Danmark 4
---
5. Jón í Horni Nielsen (FØR) 3½
10. Markus Jacobsen (FØR) ½

Bólkur C (15-16 ár) - 12 telvarar
1. Adrian Søderstrøm, Svøríki, 5 stig
2. Benedikt Briem, Ísland, 4½
3. Luitjen A. Apol, Føroyar, 4
---
12. Elias Petersen (FØR) 1½

Bólkur D (13-14 ár) - 12 telvarar
1. Aku Salonen, Finnland, 4½
2. Matija Sakic, Svøríki, 4½
3. Bjørge Vetle Strand, Noreg, 4
---
11-12. Petur G. Magnussen (FØR) ½
11-12. Brestir Samuelsen (FØR) ½

Bólkur E (11-12 ár) - 12 telvarar
1. Havard Haug, Noreg, 5
2. Eeli Asikaninen, Finnland, 4½
3. Niklas Jaakkola, Finnland, 4
---
11. Jamil Emil Jakobsen (FØR) 1
12. Lukas Páll Wiberg (FØR) 0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. september 2021

58 Leygardagur 18. september 2021

Klárt at spæla á Niðara vølli

Nú hevur Gundadalur aftur tríggjar fullar fótbóltsvallir at spæla og venja á

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir bert at hava verið hálvur meðan stóra útbyggingin av Tórsvølli er farin fram, er nú aftur møguligt at spæla dyst á fullum vølli á Niðara vølli í Gundadali í Havn.

Mikudagin varð eitt lítið hátíðarhald á vøllinum í sambandi við, at arbeiði at leggja nýtt graslíki á vøllin er liðugt. Undirlagið er umvælt og gjørt av nýggjum, stoytdoyvingarlagið er nýtt og graslíkið er nýtt – sama slag sum á Ovara vølli og á Tórsvølli.

Enn er arbeiðið rundan um vøllin ikki heilt liðugt, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, heitti í eini røðu brúkararnar um at vísa eitt vet av toli í enn eina tíð, til hetta arbeiðið er gjørt.

Høvuðsarbeiðstakari í sambandi við útskiftingina av vøllinum hevur verið Metatron ehf við Pf. LBF sum høvuðsráðgeva. Spf. HJ Asfalt hevur gjørt asfaltarbeiðið, slírar til stengurnar og onnur arbeiði er gjørt av Spf. 3S, meðan ábøturnar á brunnarnar er gjørt av rakstrardeildini hjá kommununi. 

Myndirnar eru av heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu

[object Object]

[object Object]Borgarstjórin vísir síni fótbóltskynstur...

[object Object]...og formaðurin í mentanarnevndini, Annfinn Brekkstein

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. september 2021

59 Leygardagur 18. september 2021

Ítróttafeløg fingu 3,5 milliónir úr hjálparpakki 2 hjá ÍSF

Íalt hava 45 feløg og felagsskapir fingið stuðul hesaferð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ítróttafeløg hava nú fingið 3,5 milliónir krónur endurgoldnar av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 í tíðarskeiðinum 1. juli 2020 til 31. mai 2021.

Tað boðar ÍSF frá í tíðindaskrivi.

Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2, sum ÍSF søkti Uttanríkis og- mentamálaráðið um fyrr í ár.

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur sambært “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19 - hjálparpakki 2”, tí tiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

49 felagsskapir søktu um íalt 5,7 milliónir krónur. Sambært reglugerðini høvdu 45 felagsskapir rætt til stuðul á samanlagt umleið 3,9 milliónir. Sostatt var neyðugt at tillaga stuðulsútgjøldini soleiðis, at felagsskapirnir íalt hava fingið játtað 400.000 krónur minni, enn tey søktu um.

Í fjør fingu 43 ítróttafeløg 4 milliónir krónur úr hjálparpakka 1 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið 12. mars til 30. juni 2020.

Í yvirlitinum sæst, at tey ítróttafeløg, sum hava fingið mest eru hesi: H71 250.000 krónur, Tvøroyrar Bóltfelag 241.707 krónur, Víkingur 186.791 krónur, Argja Bóltfelag 172.229 krónur Ítróttafelag Fuglafjarðar, fótbóltur 160.373 krónur og Fimleikafelagið Støkk 157.073 krónur 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. september 2021