Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 02. oktober 2021 | Nr. 40 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Umstøðurnar í Vágum líkjast Norðurnoreg

SíÐa 2

1 Leygardagur 02. oktober 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ikki fyri barnsins besta

Børn avgerða ikki sjálvi hvørji foreldur tey fáa, ella hvar tey verða fødd, ella hvussu teirra tilvera fer at vera.

Tilverur, sum enn ikki eru føddar, eru teir mest óseku skabningar, vit kunnu ímynda okkum.

Av tí sama plagar at vera semja um, at børn í minst møguligan mun skulu dømast ella revsast fyri viðuskifti, sum tey onga ávirkan hava á.

Breið semja er eisini um, at børn eiga rættin til bæði mammuna og pápan tá tey verða fødd.

Men nú er øsing enn einaferð komin í politisku spæliplássið, nú nakrir andstøðupolitikarar hava lagt uppskot fram um at børn, sum verða fødd við eftirgjørdum gitnaði, skulu hava rætt til tvey foreldur, um slík eru.

Men tað vilja ávísir partar av løgtinginum ikki, tí teir vilja verja rættin hjá pápunum, verður sagt. Verður orðið ‘sammóðir’ – eitt løgfrøðiligt heiti fyri kvinnu, ið livir í parlagi við kvinnu, ið ber og føðir barn – sett inn í føroyska lóggávu, verður samgonguslit.

Atliti til verjuna av siðbundna hjúnalagnum millum mann og kvinnu hevur nú størri týdningi enn atliti til rættin og tørvin hjá ófødda barninum.

Eftirgjørdur gitnaður er vorðin ein alt meira vanligur máti hjá kvinnum at fáa børn. Tað verði seg, tí sáðgóðskan hjá manninum er ov vánalig, at tey av aðrari orsøk ikki fáa tað at rigga saman, ella um ongin pápi er, sum tá tvær kvinnur velja henda – trygga – mátan at gerast við barn.

Sáðbankar eru ein veuleiki og hava verið tað leingi. Sama við møguleikanum hjá kvinnum, bæði einligum og samkyndum, at fáa eftirgjørdan gitna. Men sáðbankar gera eisini tað, at teir ‘verja’ sáðdonorarnar við at geva teimum rætt til at vera ónevndir – anonymir. Og tað velja heilt nógvir av teimum, sum geva sítt sáð og síni gen til onnur at brúka.

Og tí er ongin pápi hjá Miðflokkinum og øðrum at verja rættindini hjá í hesum føri. Kravið um, at sammóðurin ikki skal sleppa at vera partur av lóggávuni, merkir tí bara tað, at barnið missir rættin til annað foreldrið, í hvussu so er tey fyrstu árini av sínum lívi til sammóðurin einaferð hevur fingið møguleika at fáa hesi somu rættindi við ættleiðing.

Hvussu nógv børn talan er um, vita vit ikki, men neyvan kunnu tey vera so nógv. Og í mun til hetta er tað ótrúligt, at eitt so evarska lítið mál skal fylla so nógv í politiska lívinum í Føroyum.

Hvussu gott hevði tað ikki verið, um øll tann orka, sum verður løgd í at verja hugskapta rættin hjá nøkrum pápum, sum ikki vilja verða vardir, heldur varð brúkt, eitt nú til at fáa skil á onnur ábyrgdarøki hjá somu politikarunum. At fáa greiðar umstøður innan býtið av milliónavirði innan fiskivinnuna, til dømis.

Ella kanska hyggja at rættindunum hjá teimum pápum, sum í løtuni á ómenniskjaligan hátt missa sín samverurætt til børnini eftir hjúnarskilnað.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 9210

    Lisnar síður: 32797

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 02. oktober 2021

Umstøðurnar í Vágum líkjast Norðurnoreg

Flogskiparar hjá Widerøe fegnast um at sleppa at flúgva á Føroyar eisini

Flogskipararnir Geir Skjetne og Erlend Sletten (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Hetta er veldiga spennandi. Hetta var fyrsti túrur til Føroya hjá okkum báðum, og tað var eitt satt upplivilsi.

Soleiðis søgdu teir báðir flogskipararnir, sum førdu flogfarið hjá Widerøe Airlines til Føroyar og aftur til Bergen í gjár, fríggjadagin.

Norska flogfelagið hevur nú í ein mánaða flogið upp á Føroyar, og royndirnar hava verið góðar.

- Her er ótrúliga vakurt. Líkist nógv Svalbard, faktisk. Og so visti eg ikki, at føroyingar dugdu so væl at tosa norskt. Vit høvdu fyrireika okkum upp á, at vit skuldu tosa enskt við føroyingarnar á túrinum, men tað var als ikki neyðugt.

Soleiðis sigur onnur av flogternunum umborð, sum longu umhugsar at taka eitt vikuskifti til oyggjarnar ‘vest i havet’, sum norðmenn vita alt ov lítið um, viðgongur hon.

Hon spurdi tí, hvussu langt tað var til sentrum, og um tað koyrdu taxabilar av flogvøllinum.

[object Object]

Deiliga long flogbreyt
Frammi í cockpittinum sótu teir báðir, Geir Skjetne og Erland Sletten í flogskiparasetrunum. Hóast Geir Skjetne hevur drúgvar royndir sum flogskipari, hevur flogið í yvir 30 ár og eini 25 við Widerøe, so hevur hann ikki verið í Føroyum fyrr. Heldur ikki Erland Sletten, sum er nakað yngri og hevur flogið í umleið 10 ár.

Teir siga, at umstøðurnar í floghavnini í Vágum eru fínar. Teir hefta seg serliga við, at flogbreytin er deiliga long, 1.800 metrar.

- Vit flúgva nógv í Norðurnoregi við hesum flogførunum – og við nøkrum smærri eisini – og har eru fleiri vallir, sum eru nógv styttri enn hesin, onkur bert helmingurin í longd, greiðir Geir Skjetne frá.

Flogskipararnir hjá Widerøe eru eisini vanir við vindumstøður, sum kunnu líkjast teimum, sum teir kunnu koma út fyri í Føroyum.

- Vit eru nakað avmarkaðir í okkara flúgving til Føroyar, tí hetta felagið hevur, av natúrligum orsøkum, ikki nakran flogskipara við drúgvum royndum í Føroyaflúgving. Tí kunnu vit bara lenda, um vindviðurskiftini eru tað tey kalla ‘moderat turbulens’. Er vindurin nógv meiri enn vanligt, so tað bara flogskiparar við serligum royndum at flúgva her, sum sleppa at flúgva, greiðir Geir Skjetne okkum frá, og vísir okkum eitt kort sum flogskipararnir brúka at meta seg eftir við flúgving til Vágar.

[object Object]

Býartok inn í miðbýin
Widerøe flogfarið lendi í Vágum í gjár um hálvgun tólv-tíðina, næstan ein hálvan tíma fyrr enn ætlað. Fráferðin aftur til Bergens varð planmessiga kl. 12.25 og kós sett ein eystan móti norsku vesturstrondini aftur. Túrurin til Bergen tók hálvan annan tíma. Tað vóru ikki so nógv ferðafólk við til Bergen henda túrin, eini 25. Onkur mamma við børnum, men flest menn, norðmenn, tað sá út til at vera eitt tunnilssjakk hjá NCC.

Vit eru ein stuttan túr, bodnir av flogfelagnum, fyri at uppliva hvat næststørsti býurin í Noregi, Bergen, hevur at bjóða eitt vikuskifti.

[object Object]Ikki heilt uttan humor eru teir, bergensarnir. Á Flesland flogvøllinum skriva teir við stórum stavum og tekni, at Bergen úttalast sum var eitt spurnartekn í endanum

[object Object]Bytok-støðin á flogvøllinum

Floghavnin í Bergen, Flesland, sum liggur einar 20 kilometrar sunnan fyri Bergen bý, er ein vælútgjørd og modernað floghavn. Næst mest trafikeraða í Noregi eftir Gardemoen í Oslo.

Tað er lætt at koma av flogvøllinum til miðbýin. Nemmast er at taka sporvognin ella bytoget, men tann túrurin tekur umleið ein hálvan tíma, tí nógv støðgistøð eru á leiðini, onkur við rættiliga eksotiskum staðarnøvnum, so sum Paradis og Florida.

Fleiri møguleikar víðari úr Bergen
Widerøe er eitt gamalt norskt flogfelag og nógv tað størsta felagið inna innanríkisflúgving í Norðurlondum. Felagið arbeiðr tætt saman við SAS og tekur sær av so at siga allari flúgvingini til tær smærru floghavnirnar har norðuri í Noregi.

Felagið hevur høvuðsstøð í Bodø, men nú er tað Flesland floghavnin í Bergen, sum er tann floghavnin, haðani flestar flogferðir fara.

Úr Bergen eru ríkir møguleikar at flúgva víðari við Widerøe. Sambært heimasíðuni hjá Widerøe, flýgur flogfelagið til ikki færri enn 53 ferðamál, harav tey flestu eru støð í Noregi.

Men Widerøe hevur eisini uttanlandsflúgving, eitt nú er møguleiki at flúgva víðari úr Bergen til Alicante í Spania hvønn leygardag, men eisini til Aberdeen, Gøteborg, Keypmannahavn og London.

[object Object]

Trongt og tó rúmligt
Flogførini, sum Widerøe brúkar til føroyaflúgvingina eru av slagnum Dash-8 Q400, sum taka 78 ferðafólk. Behagilig at flúgva við, sjálvandi er ferðin ikki eins høg og við einum jettflogfari, og hóast tað kennist eitt sindur trengri, so er bahagiliga gott pláss at sita.

Á ferðini millum Vágar og Bergen er møguligt at keypa vatn, øl og snacks frá teimum báðu fryntligu flogternunum, sum eisini hava “knekkebrød” um tú ert alvorliga svangur. Kaffi verður ikki serverað í løtuni, men tað er orsaka av eini misskiljing við leverandørin.

- Kaffi kemur seinni, lovar flogternan.

Widerøe flýgur við trimum støddum av Dash-8 flogførum frá flogverksmiðjuni de Haveland Canada. Hesi við 78 ferðafólkum eru tey størstu, harafturat koma flogfør, ið taka 50 og 39 ferðandi. Widerøe. Widerøe hevur 10 flogfør til 78 ferðandi, 4 til 50 og 26 av teimum smáu, sum taka 39 ferðafólk.

Í 2018 fór felagið eisini at flúgva við jettflogførum av slagnum Embraer 190-E2, sum taka 114 ferðafólk. Felagið hevur trý slík flogfør, sum mest verða brúkt á teimum longstu leiðunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021

3 Leygardagur 02. oktober 2021

Fyrsta skotið latið av

Nú verður farið í holt við teir báðar tunlarnar norður um Fjall sum skulu vera lidnir á heysti 2024

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Beint eftir klokkan 15 seinnapartin hósdagin lat Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrsta skotið av í nýggju tunlunum norður um Fjall.

Skotið varð Árnarfjarðarmegin í tunlinum ímóti Norðtoftum.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1.900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2.200 metrar langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6.500 metrar langt. 

Tunlarnir fara at kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

4
Leygardagur 02. oktober 2021

Ruth heilsaði uppá kvívíkingar

Nýggja uppsjóvarskipið hjá kvívíkinginum Gullak Madsen var á Kvívík fríggjadagin

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggjasta, størsta og framkomnasta fiskiskipið í danska fiskiflotanum var fríggjamorgunin á Kvívík, og heilsaði uppá.

Skipið er í Føroyum við 1200 tonsum av makreli, sum skulu landast í Fuglafirði.

Ruth lá fríggjanáttina ligið eystanfyri Nólsoynna og bíðað til teir skuldu á Kvívík í morgun, har teir vóru klokkan 10 fyrrapartin.

Tá ið Ruth hevði verið á Kvívík, fór skipið á Klaksvík, har annar skiparin, Hans Jacob Petersen, hevur heimstað. Tá ið Ruth hevur landað til Pelagos, verður farið aftur til fiskiskap.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

5

Størv

Starvsfólk til P/F Kjøtbúðina

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Starvsfólk til Dagtilboðið á Skála/Demenstænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Tak fyrstu fetini á tíni starvsleið við Framskák

Meira Umsóknarfreist: 05. august 2024

Ohoy, set kós á sjóvinnuleið - skrivstovustarv hálva tíð

Meira Umsóknarfreist: 14. august 2024

Vilt tú vera gravari í Tórshavnar kommunu?

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Løgfrøðingur til Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

KT-mennari til Hagstovu Føroya

Meira Umsóknarfreist: 04. august 2024

Koordinator (assistent) till avdelningen för kunskap och välfärd till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. august 2024

Postboð í Havn

Meira Umsóknarfreist: 12. august 2024

Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúum

Meira Umsóknarfreist: 18. august 2024

Starv sum skúlastjóri á Skúlatrøð

Meira Umsóknarfreist: 01. august 2024

Avloysarar til supportina

Meira Umsóknarfreist: 30. juli 2024
6 Leygardagur 02. oktober 2021

Thetis ársins vinnuátak og Formula kosið ársins virki

Á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin fingu Thetis og Formula serstakan heiður

(Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KT-fyritøkan Formula varð fríggjadagin kosin ársins virki á vinnudegnum, sum Vinnuhúsið árliga skipar fyri í Norðurlandahúsinum.

- Við støði í teimum flottu fíggjarligu úrslitunum og tí denti, sum verður lagdur á sosiala og umhvørvisliga burðardygd, hevur ein samd dómsnevnd valt Pf. Formula sum Ársins Virki 2021, stendur millum annað í grundgevingini frá dómsnevndini.

Formula er ein av størstu KT-fyritøkunum í Føroyum við knapt 100 starvsfólkum, sum starvast ymsastaðni í Føroyum og í Danmark.

Eisini var ársins vinnuátak kosið, og dómsnevndin hevði valt koronukanningarnar hjá kanningarstovuni Thetis. Fyritøkan gjørdist veruliga kend millum manna tá covid-19 veruliga tók seg upp í 2020.

- Dómsnevndin hevur í sínum vali av Vinnuátakinum 2021 lagt dent á tann samfelagsliga og vinnuliga týdning, sum økti testkapasiteturin og óvanliga skjótu svartíðirnar hava havt við sær. Tað hevur havt ein avgerandi leiklut fyri, at vit hava kunnað fingið ein so vanligan gerandisdag, sum vit hóast alt hava havt í Føroyum í hesi óvanligu støðu. Serliga í tíðini, meðan vit bíðaðu eftir koppsetingarevni úr útlandinum. Fyri útflutningsvinnuna hevur tað verið altavgerandi, at fyritøkan hevur kunnað komið út til fyritøkurnar og gjørt regluligar kanningar av starvsfólkunum, so framleiðslan og útflutningurin vórðu órógvað minst møguligt, stendur í grundgevingini.

Umframt hetta varð serlig viðurkenning kosin til Debes Christiansen á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Debes arbeiddi saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nátt og dag at greina kanningar, og var arbeiði teirra eitt av týdningarmiklastu stigunum í bardaganum móti koronafarsáttini her á landi. Henda eldhuga og hetta nærlagni hevur dómsnevndin valt at heiðra við einari serstakari viðurkenning.

[object Object]
Marita Debess Magnussen og Regin W. Dalsgaard (Mynd: Jan Müller)

[object Object]
Debes Christiansen (Mynd: Vinnuhúsið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

7 Leygardagur 02. oktober 2021

Johan Dahl atkvøður ímóti samgonguni

Sambandsflokkurin hevur ein trupulleika við bindingini í samgonguskjalinum, segði Bárður á Steig Neilsen á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

Johan Dahl (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá uppskotið frá 10 andstøðutinglimum um at geva geva sammøðrum somu rættindi sum pápar kemur til atkvøðugreiðslu, fer Johan Dahl úr Sambandsflokkinum at atkvøða fyri uppskotinum.

Tað upplýsti hann á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík farna vikuskiftið.

Uppskotini um at javnseta samkyndar kvinnur við pápar, so at tær eitt nú kunnu taka barnsburðafarloyvi, fekk fyrstu viðgerð á løgtingi hósdagin, og verður nú viðgjørt víðari í trivnaðarnevndini.

Hetta eru somu uppskot, sum herfyri fekk løgtingsformannin at fara á sosialu miðlarnar við eini ávarðing.

Les: Løgtingsformaðurin ávarar móti ætlan hjá kvinnum í andstøðuni 

Undir formansfrágreiðing á landsfundinum hjá Sambandsflokkurin, kom Bárður á Steig Nielsen, floksformaður og løgmaður, inn á trupulleikan, sum flokkur hansara hevur av, at samgongan gjørdi avtalu um at atkvøða saman, tá tað snýr seg um andstøðuuppskot, og hann nevni júst hesi málini um at veita samkyndum kvinnum og børnum teirra ávís rættindi.

Hann vísti á, at í Sambandsflokkinum hava limir altíð havt rætt til egna sannføring í etiskum málum.

Løgmaður viðgekk, at hetta kravið nú er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin.

- Henda orðingin er vorðin ein forðing og upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at ein og hvør kann atkvøða eftir egnari sannføring. Hetta er sera óheppið. Flokkurin skal tí ongantíð aftur bindast upp á etisk mál, hvørki progressivt ella konservativt. Tá má vera pláss til ymiskar meiningar á nøkrum økjum, segði Bárður á Steig Nielsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

8 Leygardagur 02. oktober 2021

Eldur í trimum húsum á Stykkinum

Ongin fólkaskaði hendi - maður hevur viðgingið, at talan var um eldsáseting

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnunáttina kom eldur í trý hús á Stykkinum. Húsini illa farin, eitt teirra brent í grund, men eingin fólkaskaði var.

Løgreglan boðaði beinanvegin frá á Facebook, at talan var um eldáseting.

Sunnukvøldið var ein maður í grundlógarhoyri fongslaður, skuldsettur fyri at hava sett á eld á minst eitt av húsunum, ið brendu.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2021

9 Leygardagur 02. oktober 2021

Roknar við 65 milliónum í avlopi næsta ár

Grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott – tí verður hallið í ár munandi minni enn væntað

(Mynd: fmr.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár varð lagt fram fyri almenninginum hósdagin. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, gjørdi tað við eini framløgu í Smæruni í Havn.

Í fíggjarlógaruppskotinum væntar landsstýrið 65 milliónir krónur í avlopi. Harumframt verður hallið í ár munandi minni enn mett.

Búskapurin væl fyri
Fíggjarmálaráðið metir, at grundarlagið undir føroyska búskapinum er gott.

Búskapurin hevði verið í hákonjukturi í fleiri ár, tá ið koronufarsóttin rakti landið í 2020. Vit hava havt fólkatilflyting síðan 2014, arbeiðsloysið er framvegis metlágt, og talið á løntakarum methøgt.

Hagtøl benda á, at føroyski búskapurin er millum teir búskapir í vesturheiminum, sum helst koma frægast gjøgnum støðuna við koronu.

Størri avlop og minni hall
Í játtanarkørmunum í vár varð roknað við 63,5 milliónum krónum í halli í 2022. Men útlitini eru batnað munandi síðan tá. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 vísir avlop, sum er mett til 64,8 mió. kr. (RLÚ-úrslitið).

Fíggjarmálaráðið roknar við, at búskapurin veksur um 3-4 prosent í 2021 og 2022. Ráðið væntar, at hallið í ár verður væl minni enn mett – um 6 milliónir krónur í halli. Orsøkin er hægri MVG-inntøkur, serstakt vinningsbýti og munandi lægri løguútreiðslur.

Landsstýrið rekur við hesum uppskotinum ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyri avbjóðingum, sum eru fyri framman. Her verður serliga hugsað um fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum, nú landið og allur heimurin eru ávirkað av koronufarsóttini.

Raðfestingar innan vælferð
Innan útbúgvingarøkið raðfestir landsstýrið millum annað sjúkrarøktarfrøði, heilsurøktarar, alarar og KT-frøði.

Á heilsuøkinum eru raðfestingarnar millum annað bráðfeingis sálarfrøðilig hjálp, barna- og ungdómssálarviðgerð, palliatión, krabbameinsætlan, kommunulæknaviðtalur, endurvenjing, rúsevnisfyribyrging og nýtt Fólkaheilsustýri.

Raðfestingar á almannaøkinum eru millum annað javning av almannaveitingum, móttøkuhús fyri harðskapsrakt, Familjufyrisitingin, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving frá Almannaverkinum og Dugni í Suðuroy.

Av øðrum raðfestingum hjá landsstýrinum kunnu nevnast grønar orkuverkætlanir og talgilt koyri- og borgarakort.

Á heimasíðuini hjá Fíggjarmálaráðnum  eru leinkjur til fíggjarlógaruppskotið, búskaparfrágreiðingina og framløgan hjá landsstýrismanninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

10 Leygardagur 02. oktober 2021

Verður pláss fyri næstan tvífalt so nógvum sjúkrarøktarfrøðilesandi hvørt ár

Nú verða 25 lesandi tikin inn í januar eisini, og longu nú ber til at søkja inn til at byrja í januar 2022, boðar Fróðskaparsetur Føroya frá. Hetta fer at styrkja og lyfta vælferðarøkið, sigur landstýrismaðurin í heilsumálum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað stendur svart uppá hvítt í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram hósdagin: Játtanin til Setrið verður uppraðfest fyri at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.

- Hetta eru góð tíðindi, og tað styrkir vælferðarøkið. Tað gleðir tað meg almikið, at vit nú raðfesta hesa útbúgvingina, og at vit longu í januar kunnu seta við og bjóða 25 nýggjum lesandi pláss á útbúgvingini. Hetta fer at lyfta vælferðarøkið enn meira, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Á Fróðskaparsetrinum fór arbeiðið í gongd beinanvegin við at gera umsóknar og annað tilfar klárt, so tað longu nú ber til at søkja.

- Okkara vælferðarsamfelag verður mett eftir, hvussu vit taka okkum av menniskjum, sum hava likamligar ella sálarligar avbjóðingar. Tá vit tosa um vælferðartænastur og góða røkt, so er tann sjúki í serligari støðu og hevur brúk fyri serligari røkt. Ein fakbólkur, sum skal til, eru okkara sjúkrarøktarfrøðingar, sum eg havi so sera stóra virðing fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við setur.fo

Tað verða 25 nýggj lestrarpláss tøk á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og lesturin byrjar í januar. Hetta merkir, at upptøkan av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya næstan tvífaldast til umleið 50 um árið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

11 Leygardagur 02. oktober 2021

Fólkapensjón og aðrar veitingar hækka

Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2022 verða almannaveitingarnar hækkaðar við 2,05 prosentum. Tað er fyrstu ferð síðani 2014, at javnað verður

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, landsstýriskvinna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2022, verða almannaveitingarnar hækkaðar við 2,05 prosentum. Tað er fyrstu ferð síðani 2014, at javnað verður.

Hendan raðfesting hækkar, umframt einkjubarnastyrk, barnaískoyti, fólkapensjón og fyritíðarpensjón, eisini brennistuðul, barnagjaldið og ymisku veitingarnar, viðbøtunar og endurgjald.

Javningin ávirkar útgjaldið fyri flest allar almannaveitingar og pensjónir. Hækkingin svarar til árliga miðal lønarvøksturin og fer at vísa seg við einum munandi betri útgjaldi. Í krónum er talan um eina samlaða hækking uppá góðar 22 milliónir.

Sostatt verður hækkingin í almannaveitingunum hægri enn ásetta lønarhækkingin í 2022, sum er 1,25 prosent

Reglurnar um árliga javningarprosentið eru ásettar í løgtingslóg. nr. 64 frá 30. apríl 2018. Javnað verður árliga við miðal av lønarvøkstri og prísvøkstri. Er roknaða javningarprosentið hægri enn lønarhækkingin annars, so verður talið fyri lønarhækkingin nýtt. Tí er javningarprosentið  fyri komandi ár ásett til 2,05 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

12
Leygardagur 02. oktober 2021

Kvotur játtaðar til fimm verkætlanir

Kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti eru játtaðar til fimm verkætlanir – talan er um tríggjar verkætlanir viðvíkjandi vinnuligum royndum og tvær til ítøkilig skipakeyp

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur sambært grein 49, stk. 1 í sjófeingislógini tikið avgerð um at játta kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til fimm verkætlanir.

Talan er um tríggjar verkætlanir viðvíkjandi vinnuligum royndum á virkjum á landi og tvær verkætlanir til ítøkilig skipakeyp.

Fiskimálaráðið fekk 44 umsóknir um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, harav tær 14 vóru til ítøkilig skipakeyp. Í mun til lógarbundna metingargrundarlagið í løgtingslógini um sjófeingi og í kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, komu fleiri væl undirbygdar umsóknir inn.

Nøgdin, sum søkt verður um í teimum 44 umsóknunum, er tó nógv meir, enn hvat er sett av sambært sjófeingislógini, og tí kann kvota ikki verða játtað øllum skikkaðum umsóknum, skrivar Fiskimálaráðið.

Játtað er trimum verkætlanum kvotur til vinnuligar royndir til menning og nýskapan. Í heildarmetingini er umframt at meta um, hvussu verkætlanin stuðlar undir menning og nýskapan, dentur lagdur m.a. á fíggjarliga orku hjá umsøkjarunum, eins og hvørjar førleikar grundarlagið fyri vinnuligu royndini ella verkætlanini er bygt á.

Harumframt er eisini lagt til grund at lata kvotur til verkætlanir, sum heilt ella í stóran mun eru bygdar á uppsjóvarfisk eina, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk.

Avgerð landsstýrismansins er, at feløgini Sp/f Tavan í Leirvík, P/F Vestmanna Fiskavirki og Sp/f 31.01.2011 á Sandi fáa kvotur játtaðar.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan fýra vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. avtalu við skip at fiska kvoturnar, fíggjarligari orku og møguligari lánsfígging.

Feløgini Sp/f Ango í Vági og Sp/f Gráastein í Tórshavn fáa kvotur játtaðar til ítøkiligt skipakeyp.

Játtað er tveimum verkætlanum kvotur í sambandi við ítøkiligt skipakeyp. Verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp, hava tørv á lutfalsliga stórum kvotum, um tær skulu kunna fremjast í verki. Í viðgerðini er dentur lagdur á treytirnar i lóggávuni og í metingarskjalinum. Harumframt hevur landsstýrismaðurin í síni avgerð lagt dent á fíggjarliga styrki í eginpeningi, eins og hvørjar beinleiðis royndir sjálvir stigtakararnir hava til fiskiskap og skiparakstur, skrivar Fiskimálaráðið.

Talan er um treytaðar játtanir, har feløgini innan 4 vikur skulu vísa á endaligt skjalprógv fyri m.a. eginpeningi, lánsfígging og endaligum keypssáttmála.

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

13 Leygardagur 02. oktober 2021

Politikari: Springaradrápið eigur at fáa avleiðingar fyri Føroyar

Lyndon Farnham, senator og ráðharri á Jersey ynskir ikki at hava diplomatiskt samband við eitt land, sum "góðtekur slíkt", og eigur mann at umhugsa, um tað framvegis er hóskandi, at Føroyar luttaka í Oyggjaleikunum

Áskoðarar til svimjikapping á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Springaradrápið í Skálafirði 12. september eigur at fáa avleiðingar fyri Føroyar, heldur Lyndon Farnham, senator í Jersey.

Lyndon Farnham er varaforsætisráðharri og ráðharri fyri fíggjarliga menning, ferðavinnu, ítrótt og mentan, og hann ynskir ikki at hava diplomatiskt samband við eitt land, sum "góðtekur slík ting", sigur hann.

– Føroyska stjórnin eigur at skammast yvir at loyva hesari sonevndari siðvenju at halda fram, sigur hann sambært miðlinum Jersey Evening Post. Tí er tað umráðandi, at Jersey tekur málið upp við Stórabretlandi og Føroyum.

Eisini heldur Lyndon Farnham, at stjórnin í Jersey eigur at skriva til Altjóða Oyggjaleikanevndina, Island Games Association og biðja hana endurskoða sambandið við Føroyar og umhugsa, um tað framhaldandi er hóskandi at loyva Føroyum at luttaka á Oyggjaleikunum, so leingi sum tær drepa springarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

14 Leygardagur 02. oktober 2021

Tjarnargarður raktur av koronu

Demensdeildin á røktarheiminum Tjarnargarður í Havn, er raktur av koronu. Seks starvsfólk og seks húsfólk vórðu í vikuni testað positiv

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seks húsfólk og seks starvsfólk á demesdeildini á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn eru blivin testað positiv við koronu.

Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu og umsorganastjóra í Tórshavnar kommuna segði við kringvarpið í vikuni, at tað visti væl við hjá øllum. Eingin av teimum var sjúkur, og tey vóru eftir umstøðunum væl fyri.

Tað var síðsta leygardag, at fyrsta húsfólkið bleiv positivt, og beinanvegin vórðu tiltøk sett í verk, og koronukanningar eru gjørdar í fleiri umførum. Mánadagin og týsdagin vóru fleiri testað positiv, og talið kom upp á seks starvsfólk og seks húsfólk.

Á Tjarnargarði hava tey skipað seg í tvær lonir. Ein, har tey sum eru smittað halda til, meðan hini halda til á aðrari lon.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

15 Leygardagur 02. oktober 2021

Letur miðlaheiðurslønina víðari við Covax

Læknin og granskarin Marnar Fríðheim fekk heiðursløn fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á Vísindavøkuni í Kongshøll i Havn í farnu viku varð kunngjørt, at Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d. lesandi á Setrinum, fær ársins miðlaheiðursløn. Hann fær heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina. 

Í takkarrøðu síni segði Marnar Fríðheim Kristiansen, at hann fer at lata virðislønina á 5.000 krónur víðari til Covax-samstarvið, sum kann nýta peningin til koppsetingar í londum, har koppseting enn vantar.

- Heimsfarsóttin verður ikki liðug, fyrr enn øll lond í heiminum hava atgongd til koppingarevni. Vit eiga at tryggja, at eisini tey lond sum í dag ikki hava atgongd til koppingarevni, fáa tað. Bæði teirra vegna, men eisini fyri okkara skyld, segði læknin.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn.

Í nevndini sita Jón Brian Hvidtfeldt umboðandi Føroysk Miðlafólk, Ingi Højsted fyri Fróðskaparsetrið og og Dagmar Joensen-Næs vegna Granskingarráðið.

Jón Brian Hvidtfeldt segði m.a. soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

- Dómsnevndin metir, at Marnar Fríðheim Kristiansen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina. Hann hevur lagt nógva orku í gransking av koronafarsóttini, síðani hon rakti landið í fjør vár. Umframt at granska sjálvur, hevur hann tikið vitan frá aðrari gransking til sín og er farin út til almenningin við sínari vitan.

- Hann hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu vitanini um korona og hevur verið íðin at  víst aftur falskunning um korona.

- Hann hevur eisini tikið stig til beinleiðis ráðgeving á Facebook, har hann saman við øðrum læknum hevur svarað ivamálum hjá fólki aftur við hollari vísindaliga grundaðari vitan.

Hinir læknarnir, sum svara spurningar á hesum Facebook-bólkinum, “Spyr ein lækna”, eru Gunnhild Helmsdal, Jeaneth Løkjá, Ronja Midjord Mikkelsen og Guðrun Zachariassen. Í takkarrøðu síni segði Marner Fríðheim Kristiansen, at hesar eisini eiga stóran part av hesari viðurkenningini.

Heiðurslønin, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling og gransking, er latin síðan 2012. Tey, ið frammanundan hava fingið heiðurin eru hesi:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

16 Leygardagur 02. oktober 2021

Brúarfoss doyptur við Skansabryggjuna

Eva Rein, sum júst hevur havt fimmti ára starvsdag hjá Skipafelagnum, stóð gumma

Eva Rein var gumma
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin var hátíðarhald á nýggju Skansabryggjuni í Havn, hetta tí bingjuskipið hjá Eimskip við heimstaði í Tórshavn, Brúarfoss, loksins varð doyptur.

Nýggjasta skipið hjá Eimskip hevur longu verið í sigling í næstan eitt ár, men vegna koronastøðuna, varð sjálvur dópurin útsettur til nú. Og skipið hevur, eins og systyrskipið Dettifoss, alla tíðina gjørt brúk av atløgubryggjuni í nýggju havnini, tí skipini stinga so mikið djúpt, at tey ikki fáa lagt at innan fyri molan.

Tað var Eva Rein, sum stóð gumma. Eva Rein er lønarumsitari hjá Faroeship, og hevði fyri stuttum 50 ára starvsdag hjá felagnum, sum fyrr kallaðist Skipafelagið Føroyar, og nú er ein partur av Eimskip-samtakinum.

Bruarfoss er systirskip hjá Dettifoss. Skipini saman við Tukuma Arctica vitja hvørja viku Tórshavnar havn við og eftir farmi í fastari sigling millum Danmark, Svøríki, Føroyar, Ísland og Grønland.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein teirra, ið helt røðu í sambandi við hátíðarhaldið sunnudagin. Hann vísti á, at hetta var eitt slag av vígslu av nýggju havnini, og hátíðarhaldið var sostatt startskotið til flytingina av virkseminum út á Skansabryggjuna.

- Flestum kunnugt er sáttmáli gjørdur við Smyril Line, um at felagið saman við kommununi byggir ein stásiligan nýggjan terminal á nýggja økinum her uttanfyri havnarskrivstovuna.

- Vit fáa skjótt ein nýggjan innkomuveg til Havnina, sum fer at deila seg í fleiri frákoyringar oman í býin. Men Skansabryggjan og Eystarvág koma bæði sjóvegis og ferðsluliga annars at verða høvuðsportalurin inn í hjartað á Havnini.

- Og tit ganga undan við at seta skjøtul á virksemið her við Skansabryggjuna. Og tað frøir okkum, segði Heðin Mortensen millum annað í røðuni. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

17 Leygardagur 02. oktober 2021

Skarvurin eigur at friðast

Útoyggjafelagið og FNU hava sent áheitan til politikarar

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vandi er fyri, at skarvurin eins og hiplingurin verður avoyddur sum búfuglur í Føroyum.

Tað halda Útoyggjafelagið og FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag, sum hava sent út eina áheitan um at eira skarvinum, nú tað aftur verður loyvt at skjóta svartfugl.

- Vit hava eingi hagtøl um skarvin, so vit vita ikki hvussu stórur stovnurin er, men tað er eyðsýnt at stovnurin er í stórari minking. Farna vetur vóru ikki nógvir skarvar at síggja, men nógv varð skotið, skriva feløgini millum annað í skrivinum.

Lesið skrivið á lesarin.fo: Eirið skarvin! 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

18 Leygardagur 02. oktober 2021

Vøksturin í sølu av mati og drykkjuvørum stendur ikki við

Søla av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði annan ársfjórðing í 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Søla av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði annan ársfjórðing í 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, vísir uppgerð hjá Hagstovuni.

Hóast søla av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal er hækkað seinastu 10 árini, so er umsetningurin av hesum vørubólki minkaður við 12,7 prosentum frá 2. ársfjórðingi 2020 til sama ársfjórðing í ár.

Umsetningurin av mati og drykkjuvørum er vaksin 3 prosent frá 1. ársfjórðingi í ár til 2. ársfjórðing í ár.

Í 2019 og 2020 var vøksturin millum somu ársfjórðingar ávikavist 13 og 11 prosent. Fyri mat og alkoholfríar drykkjuvørur vísir uppgerðin hesaferð, at umsetningurin annan ársfjórðing 2021 í mun til sama ársfjórðing 2020 er lækkaður 1,4 prosent. Lækkingin skal síggjast í mun til, at vøksturin annan ársfjórðing 2019 til annan ársfjórðing 2020 var heili 14,5 prosent fyri henda vørubólkin.

Tíðin við koronu, tá føroyingar vóru meira heima við hús enn vanligt, hevði við sær, at sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum vaks lutfalsliga nógv, skrivar Hagstovan.

Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru í miðal øktir 0,5 prosent frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er mongdin av seldum mati og alkohofríum drykkivørum lækkað við 1,9 prosentum.

Vøksturin í umsetningi fyri klædnavørur og húsbúnað er 12 prosent. Í mun til annan ársfjórðing í 2020 er hækkingin fyri hendan vørubólkin 21 prosent. Prísir á klædnavørum og húsbúnaði eru í miðal øktir 2,5 prosent frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, og verður lagt upp tikin fyri hesum, er mongdin av seldum klædnavørum og fótbúnaði vaksin 18,1 prosent.

Fyri vørubólkin húsbúnað og húsarhaldsútgerð var umsetningurin annan ársfjórðing í ár 12,7 prosent lægri í mun til sama ársfjórðing í fjør.

Seinastu 10 árini hava prísirnir fyri hendan vørubólkin í miðal verið lækkandi, men frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er prísurin fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð í miðal øktur 1,3 prosent. Verður hædd tikið fyri hesari prísgongd, er mongdin av seldum húsbúnaði og húsarhaldsvørum lækkað 13,8 prosent millum hesar somu ársfjórðingarnar.

Miðalvøksturin í mongd av seldum húsbúnaði hevur annars verið 9,7 prosent seinastu fimm árini og 4,3 prosent seinastu 10 árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

19
Leygardagur 02. oktober 2021

Oljuprísurin orsøkin til góða úrslitið í 2020 - ikki uppboðssølan

Fishfacts hevur greinað fíggjarligu gongdina hjá pelagisku feløgunum í 2016 til 2020

(Mynd: Magn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í greiningin, sum Fishfacts hevur gjørt av fíggjarligu gongdini hjá pelagisku feløgunum í Føroyum sæst, at orsøkin til, at feløgini hava hægri yvirskot í 2020 samanborið við 2019, er lækkandi oljuprísurin, og ikki avtøkan av uppboðssøluni.

- Tað er tó nógv, ið bendir á, at lækkandi oljuprísurin hevði størri ávirkan á samlaða vinningin enn avtøkan av uppboðssøluni, stendur í greininini.

Tá løgtingið broytti lógina um sjófeingið í 2019, øktust tilfeingisgjøldini fyri makrel og svartkjaft við 50 prosent og 25 prosent, meðan avgjaldið á sild lækkaði við 20 prosent.  Harafturímóti lækkaði oljurpísurin við sløkum 30 prosent, úr $57 05 fyr tunnuna í 2019 niður á $39 58 í 2020.

Hevði oljupísurin verið eins høgur í 2020 sum í 2019, hevði samlaði vinningurin verið óbroyttur í 2020 sammett við 2019.

Les alla frágreiðingina her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

20 Leygardagur 02. oktober 2021

SEV 75 ár 1. oktober

Tað var 1. oktober 1946, at umboð úr 19 kommunum á Streymoynni, úr Eysturoynni og Vágum stovnaðu elfelagið SEV

(Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár, 1. oktober 2021, vóru 75 ár liðin, síðan elfelagið SEV varð stovnað, og at arbeiðið við at "elektrifisera" allar Føroyar byrjaði av álvara.

Tað var á stovningar fundi í Havn 1. oktober 1946, at SEV varð stovnað. 19 kommunur á Streymoynni, úr Eysturoynni og Vágum høvdu sent umboð at stovna elfelagið.

Elorkusøgan í Føroyum gongur tó longri aftur enn hesi 75 árini. Longu í 1907 læt Ólavur á Heygum byggja byrging í Fossá í Vestmanna við tí endamáli at útvega el úr fossamegi, og søkti løgtingið um lán til at byggja elverk. Í Havn sendu Chr. M. Christiansen og Napoleon Andreasen um aldarskiftið inn umsókn til Tórshavnar kommunu um loyvi til at nýta vatn úr Havnará til at reka eitt elektrisitetsverk í Havn. Hvørgin umsókn varð gingin á møti, og hvørgin verkætlanin bar á mál.

Tá SEV varð stovnað, vóru størri og smærri elverk ymsastaðni í Føroyum; nøkur kommunal og onnur privat. Í 1921 vóru ávikavist vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy og motorverkið á Rundingi í Havn tikin í nýtslu. Í 1931 kom vatnorkuverkið á Strond í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum vóru eisini smærri verk, ávikavist vatnorkuverk og motorverk.

Men tað var tungt at reka hesi elverk, og tankin um at ganga saman í tvørkommunalan felagskap og lyfta í felag var 25 ára gamal,  tá stig varð tikið til at stovna elfelagið SEV, sum fekk heimstað í Vestmanna. Tað tók sína tíð at fáa allar kommunurnar við, men í dag eiga allar kommunur í Føroyum SEV, sum harvið er ogn Føroya fólks.

Meira um søguna hjá SEV kann lesast her.

Men tað er ikki bert 75 ára stovningardagurin hjá SEV, sum elfelagið kann hátíðarhalda í ár. Í ár eru eisini 100 ár liðin, síðan Suðuroyggin fekk streym, tá elektrisitetverkið í Botnið varð tikið í nýtslu 18. juli í 1921. Eisini eru 100 ár liðin, síðan elverkið á Rundingi í Havn varð tikið í nýtslu, umframt elverkið á Strond og Mýruverkið í Vestmanna fylla ávikavíst 90 og 60 ár í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

21
Leygardagur 02. oktober 2021

Tavan harmast um skuldsetingar

Sildaframleiðslan í Leirvík er mennandi, nýskapandi og virðisøkjandi, har virðini koma samfelagnum til góðar

Tavan (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað virðir fyri milliónir til vinir og kenningar, ella trýrt tú, at Fiskimálaráðharrin hevur útlutað kvotur til verkæltanir, ið eru mennandi, nýskapandi og virðisøkjandi, har virðini koma samfelagnum til góðar?

Soleiðis spyr góðskuleiðarin á virkinum Tavuni í Leirvík, Nicholas Stauss, í eini siðiligari viðmerking til orðaskiftið, ið hevur tikið seg upp eftir at Jacob Vestergaard kunngjørdi hvørji virki og feløg fáa lut í kvotunum, sum eru ætlaðar til vinnuligar royndir.

Les á lesarin.fo: Tann gylta undirskriftin  

Síðani hava skuldsetingar um rossahandlar og nepotismu heglað niður yvir landsstýrismannin, eitt nú frá undanfarna landsstýrismanni við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, sum kallar skipanina ‘dundrandi korrupta’, tí landsstýrismaðurin hevur deilt virðini út til familju og vinir hjá tinglimum Fólkafloksins.

Tavan, sum fekk túsund tons av norðhavssild í ár umframt 820 tons flutt frá í fjør, er eitt av virkjunum, ið verður lagt undir at vera fjølgað, tí fyrrverandi tingmaður fyri Fólkaflokkin, Joen Magnus Rasmussen, er stjóri á Tavuni, og tí beiggin, Uni Rasmussen, nú umboðar Fólkaflokkin á tingi.

Góðskuleiðarin á Tavuni, Nicholas Stauss, kemur í viðmerkingini ikki inn á hesi viðurskifti í viðmerking síni. Ístaðin greiðir hann frá tilgongdini fram til, at virkið nú hevur fingið tryggjað rávøru til eina verkætlan, sum fór av bakkastokki fyri nøkrum árum síðani. Stóra avbjóðingin hevur verið at fáa til vegu rávøruna til keyps frá skipunum, sum hava havt rættin at fiska norðhavssildina.

Sildin verður í Leivík virkað í munnbitar, sum verða seldir góðskaðir til útlendskar framleiðarar av sild til matna. Ein verkætlan,  har virðisøkingin, í mun til aðrar verkætlanir, í stóran mun fer fram í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

22 Leygardagur 02. oktober 2021

Norðfra í Danmark komið illa fyri

Springaradrápið í Skálafirði hevur rakt føroysku fyritøkuna hart

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felagið fær ódýdlig teldubrøv frá ónøgdum fólkum, bilførarar verða heilsaðir við fingrinum, tá teir koma koyrandi við “Fisk fra Færøerne” á bilinum, tiltøk eru avlýst, og størsti kundin er farin.

Fyritøkan Norðfra í Danmark, sum seinastu tíðina við stórari eydnu hevur koyrt runt við føroyskum fiski til nøgdar kundar kring alt Danmark, er komið í trupulleikar.

Orsøkin er springaradrápið í Skálafirði herfyri.

- Seinnapartin ein sunnudag herfyri, datt virðingin fyri tí føroyska fyri bakka. Ein partur av okkara kundum og stórur partur av tí arbeiði, ið vit hava bygt upp, fóru fyri skeytið.

Les á lesarin.fo: Tað brýtur um bæði borð 

Soleiðis skrivar Poul Martin Petersen, Norðfra Danmark, í eini frágreiðing, sum hann hevur sent miðlunum. Og hann leggur turrisliga afturat:

- Meðan nøkur gjørdust mett eina løtu, eru onnur í vanda fyri at missa sítt livibreyð og – grundarlag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

23 Leygardagur 02. oktober 2021

Elding søguliga gott úrslit

Tá ið gjørt var upp fyri árið 2020, kundi Spf. Elding leggja fram ein roknskap, sum vísur ein metgott úrslit fyri 2020

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vinnugreinin, sum Elding er partur av, er innan hvítvørur, eltól, sjónvarp/ljóðannlegg v.m. umframt veitingar til vinnuna. Hendan vinnan er vanliga merkt av harðari kapping um kundarnar, lágum marginalum á vørunum og harvið vanda fyri at rakstrarúrslitini kunnu koma undir trýst. Men Elding hevur tó staðið seg rímuliga væl fíggjarliga síðstu árini.

Bruttovinningurin í 2020 var 18,6 milliónir krónur í mun til 15,7 milliónir krónur. Hetta gav ein vøkstur á 18,5 prosent. 

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 4 milliónir krónur, sammett við 3 milliónir í 2019.

Vøksturin í úrslitinum var 34,7 prosent.

Hetta er besta úrslitið hjá Elding um hugt verður 15 ár aftur.

Fíggjarjavnin hjá Elding er øktur síðsta árið við 12,5 prosentum, har ið samlað ognin er økt úr 39,5 milliónum krónum í 2019 til 44,5 milliónir krónur. Vørugoymslan økt við 3 milliónum krónum í 2020 og var við árskiftið 24,9 milliónir krónur.   

Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020, meðan stuttfreistaða skuldin øktist úr 24,6 milliónum krónum í 2019 til 27,6 milliónir.  

Gjaldførið hjá Elding var gott í 2020, har ið tøki peningurin øktist úr 6,3 milliónum í 2019 til 9,1 milliónir krónur í 2020.  Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 154 prosent í 2019 til 157 prosent í 2020, sum verður mett at verða nøktandi.

Á aðalfundinum hjá Elding var samtykt at útluta 2,0 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Mads Andreas Winther stovnaði Elding í 1995, sum síðani hevur ment seg til størsta handilsfelag av sínum slagi í Føroyum, við tveimum stórhandlum í Havn og Klaksvík umframt vinnuhandilin Elding Business í Havn. Samlaða starvsfólkatalið hjá Elding í dag er umleið 40.

Eigari av Spf. Elding er Spf. Heimlon, sum feløgini Spf. H.W. , Spf. L.W. og Spf. M.A.W. eiga. Hesi feløg eru ogn hjá ávikasvist Herman E. Winther, Levi E. Winther og Mads Andreas Winther. Talan er um tískil um eina familjufyritøku.

Stjóri í Spf. Elding er Mads Andreas Winther og nevndarformaður er Niels Winther Poulsen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

24 Leygardagur 02. oktober 2021

Stívliga 27.100 gistingar í august

Talið á gistingum á føroysku gistingarhúsunum í august í ár var 73 prosent hægri enn í august 2020 – føroyingar áttu einans 11 prosent av gistináttunum

Hilton Garden Inn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í august mánað vóru 27.147 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað er ein vøkstur á 73 prosent samanborið við august 2020, og ein vøkstur á 20 prosent í mun til august 2019.

Í august í ár vóru gistingarnar góðar 10.400 fleiri enn sama mánað í fjør, og talan er um eitt met fyri augsut mánað, skrivar Hagstovan.

Talið á gistináttum hjá dønum vaks við 56 prosent í mun til sama mánað í fjør, meðan talið hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.

Síðan korona rakti hava føroyingar átt bróðurpartin av gistingunum, men í august áttu føroyingar einans 11 prosent av gistináttunum. Tað er umleið á sama stigi, sum tað var í august 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

25 Leygardagur 02. oktober 2021

S&K Felagið eitur nú Samverk

Gamla heitið, S&K Felagið, var stytting fyri Skrivstovu- og Krambafelagið, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt, og í nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

S&K Felagið hevur nú broytt navn til Samverk.

Orsøkin til navnabroytingina er, at gamla heitið ikki var nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu- og Krambafelagið, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt. Í nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

– Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar. Gerð og úrslit. Navnið undirstrikar soleiðis, at við samarbeiði vera bestu tøkini tikin.

– Navnið hóskar væl til felagið. Limaskarin er sera fjølbroyttur og umboðar nógvar fakbólkar, men allir hava felagið saman. Ymisk fólk, ymisk yrki, eitt felag. Tí Samverk.

– Við nýggja navninum kennir felagið seg væl brynjað til framtíðina.

Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað, og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru oman fyri 1.400 limir í felagnum. Hin yngsti 12, hin elsti væl oman fyri vanligan penjónsaldur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

26 Leygardagur 02. oktober 2021

Fakfeløg vísa á fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

Verður arbeiðstíðin stytt, fær tað almenna bert tørv á 13 starvsfólkum afturat, vísir umfatandi kanning, sum fakfeløgini innan tað almenna standafyri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrimunirnir við eini styttri arbeiðsviku eru nógvir. Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, hava gjørt fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við kanningini er at lýsa fyrimunir og avleiðingar við 37 tíma arbeiðsviku, og hvør kostnaðurin er at íverkseta hesa broyting.

Kanningin er víðfevnd og umrøður effektivitet, kappingarføri, sálarheilsu, framtíðar arbeiðsmarknaðin og javnvágina millum familju- og arbeiðslív. Somuleiðis lýsir kanningin royndir aðrastaðni við at stytta arbeiðsvikuna.

Kanningar frá øðrum londum vísa greitt, at tað eru fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna, meðan vansarnir eru truplari at finna.

Tað vísir seg, at starvsfólk arbeiða effektivari, tá ið arbeiðsdagurin er styttri. Tá starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey betri savnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini. Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.

Verður hædd tikin fyri at fólk í parttíð fara at arbeiða meira og effektiviteturin økist, so hevur broytingin einans við sær, at tørvur verður bert á 13 starvsfólkum innan tað almenna.

Royndir frá øðrum londum vísa eisini, at tá arbeiðsvikan bleiv stytt, fóru mong, ið arbeiddu parttíð, at arbeiða meira. Hetta vigar í stóran mun upp móti teirri arbeiðsorkuni, sum kann fara at mangla á ávísum arbeiðsøkjum.

Tey, ið varða av kanningini eru: Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarfelagið og Fakfelagssamstarvið, sum umfatar Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

27 Leygardagur 02. oktober 2021

Eftirlønin hækkar við 90 krónum í 2022

Tað svarar til eina hækking á 1,5 prosent, so eftirlønin fer frá 5.865 krónum um mánaðin í 2021 til 5.955 krónur um mánaðin í 2022

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 90 krónum um mánaðin frá 1. januar 2022.

Tað svarar til eina hækking á 1,5 prosent, soleiðis at eftirlønin fer frá 5.865 krónum í 2021 til 5.955 krónur um mánaðin í 2022. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 71.460 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2022.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2020 vóru útgoldnar 600 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2021 er mett til umleið 630 milliónir og til 655 milliónir krónur í 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

28 Leygardagur 02. oktober 2021

Vágs kommuna: Samlaða inntøkan mett til 67 milliónir krónur

Á býráðsfundi í vikuni varð fyrsta uppskot til fíggjarætlan 2022 einmælt samtykt. Fleiri eru flutt til Vágs kommunu seinastu tíðina, og persónsskatturin umframt ymsar aðrar inntøkur eru hækkandi

Í hesum mánaðinum eru sekstan fólk flutt til Vágs kommunu (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á býráðsfundi í vikuni varð fyrsta uppskot til fíggjarætlan 2022 einmælt samtykt. Talan er um eina framskriving av teimun fyrstu átta mánaðum, her ongar íløgur er lagdar inn, men bara raksturin av Vágs Kommunu.

Heimasíðan vagur.fo skrivar, at Taks hevur mett, at kommunan fer at samanlagt fáa 44 milliónir inn av persónsskatti fyri hetta árið og 44,4 mililiónir krónur næsta ár. Hetta kemst millum annað av, at fleiri júst eru flutt til Vágs.

- Í august búðu 1.369 fólk í Vágs Kommunu, tað vóru 8 fleir enn somu tíð í fjør. Í september mánað eru heili 16 fólk flutt til Vágs Kommunu, stórsti parturin eru ungar familjur við børnum og ungfólk, og tað er at fegnast um, at fólk blíva við at flyta til Vágs.

Hetta staðfestir heimasíðan hjá Vágs Kommuna, ið eisini staðfestir at nakað meira av persónsskatti er komið inn í 2021, í mun til hvat mett var. Í greinini undir heitinum "Tað gongur gott í Vági" verður millum annað komið á virkið hjá Bakkafrost, ið hevur havt meira støðugt arbeiði ta seinastu tíðina, og hetta hevur eisini givið størri inntøku av lastunum sum Bakkafrost avskipar frá virkinum í Vági. Eisini verða inntøkurnar hjá nógv nýttu Marghøllini nevndar.  

Samlaða inntøkan hjá Vágs kommunu frá persónsskatti, eftilønargjøldum, FAS og DIS er mett til 67 milliónir krónur, og útreiðslan er mett til 58,8 milliónir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

29 Leygardagur 02. oktober 2021

Stórt trot á arbeiðsmegi

Byggivinnan og ferðavinnan vanta arbeiðsmegi. Fiski- og alivinnan vanta somuleiðis arbeiðsmegi, hóast fleiri størv eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi. Vegna lágt arbeiðsloysi, verður mett at ósettu størvini ikki kunnu mannast við varandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið fyri at tálma fløskuhálsum, sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing síni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ferðavinnuni er gongdin júst vend. Eftir lítlum og ongum virksemi í vár, hava bæði juli og august verið góðir mánaðir, siga umboð fyri ferðavinnuna. Størsta avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi, bæði tá ið umræður faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi. Ferðavinnan væntar tó ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin.

Umboð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi, tí tað í ES londunum er stórur eftirspurningur eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Myndin niðanfyri vísur, at byggivinnan metir, at størsta avmarkingin í framleiðsluni er trot á arbeiðsmegi.

Í verandi løtu er arbeiðsloysi lágt í Føroyum og mangulin á arbeiðsmegi sæst aftur í fleiri geirum. Í fiski- og alivinnuni hevur verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og er tørvurin framvegis stórur. Tað almenna hevur somuleiðis trupult við at útvega sær skikkaða arbeiðsmegi, millum annað til dagstovnaøkið og sjúkrahúsøkið.

[object Object]

Lága arbeiðsloysið í Føroyum hevur við sær at torført er at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til lønarglíðing, verða tálmaðir. Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping, sigur Búskaparráðið.

Samstundis metir Búskaparráðið at avtøka av ymiskum serskipanum og stuðli til ólønsamar vinnur, eisini hevði frígivið arbeiðsmegi. Dømi um hesar serskipanir eru:

  • Serskattaskipanir fyri sjófólk og uttanlandaarbeiðarar.
  • Almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum: dømi eru tá makrelkvotur vera latnar skipum, ið ikki eru útgjørt til markrelfiskiskap, og tá minstalønin verður hækkað fyri at kunna mynstra ávís skip.
  • Avgjald á fisk, ið verður avreiddur uttanlands; avgjaldið virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking í Føroyum.

Landsbanki Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

30 Leygardagur 02. oktober 2021

Búskaparráðið metir at vøksturin í BTÚ verður 7,9 prosent í 2021

Búskaparráðið metir BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 at verða 7,9 prosent. Føroyski búskapurin er sostatt komin skjótt fyri seg eftir stoytin frá koronufarstóttini. Høvuðsorsøkirnar eru økt privat nýtsla og størri tøkunøgd av alifiski

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísir, at Føroyski búskapurin hevur megnað at komið skjótt fyri seg eftir koronafarsóttina, og stoyturin frá koronufarsóttini hevur eitt “V” eyðkenni. Búskaparráðið metir, at BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 verður 7,9 prosent, eftir negativan vøkstur á -2,3 prosent í 2020.

[object Object]

Í 2021 stavar vøksturin í BTÚ serliga frá øktum útflutningsvirði umframt øktari nýtslu og íløgum. Útflutningsvirðið verður fyrst og fremst hálað upp av øktu tøkunøgdini av laksi. Príshækking á botnfiski og minni goymslur, enn í 2020, geva eisini sítt positiva íkast. Búskaparráðið metir, at útflutningsvirðið økist, hóast útflutningsvirði á uppisjóvarfiski væntandi minkar.

Føroysku húsarhaldini eru sum heild ikki stórvegis ávirkaði av koronufarstóttini, sigur Búskaparráðið. Húsarhaldini hava framvegis eina góða fíggjarstøðu og hava í ár, eins og í fjør, nýtt ein stóran part av tí peningi í Føroyum, sum annars skuldi verið nýttur uttanlands í summarfrítíðini. Hetta sæst millum annað aftur í innflutninginum. Afturat privatu nýtsluni, er økta íløguvirksemi hjá bæði húsarhaldum og privatum fyritøkum við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021.

Almenna nýtslan økist við 5% í 2021 í mun til árið fyri. Tað eru í stóran mun lønarútreiðslurnar á vælferðarøkinum, t.d. í heilsu- og almannaverkinum hjá landinum, sum eru øktar. Lønargjaldingar eru eisini øktar hjá kommununum, sum millum annað røkja eldraøkið. Útreiðslurnar til fólkapensjón veksa somuleiðis í 2021 í mun til árið fyri.

Í 2021 minka mettu samlaðu íløguútreiðslurnar undir almennum ræði. Henda minking stavar frá fyritøkum, sum tað almenna ræður yvir, og frá kommununum. Hjá fyritøkum undir almennum ræði eru íløguútreiðslur til tunlar og SEV lægri í 2021 enn í 2020, og hjá kommununum eru fleiri størri verkætlanir vorðnar lidnar, eitt nú í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu. Hinvegin er ikki stór broyting í íløgum, tá tað snýr seg um landið.

Landsbanki Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

31 Leygardagur 02. oktober 2021

Nógv harðari stormar enn áður sæð kunnu raka Føroyar

Hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alsamt ógvusligari veðurviðurskiftini, sum standast av veðurlagsbroytingum? Hetta fer eitt lið av norðurlendskum granskarum at kanna í neyvum samstarvi við fólk í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyingar eru vanir at laga seg til veður og vind. Men hvussu kunnu vit fyrireika okkum til alsamt ógvusligari veðurviðurskiftini, sum standast av veðurlagsbroytingum? Hetta fer eitt lið av norðurlendskum granskarum at kanna í neyvum samstarvi við fólk í Føroyum.

- Vit mugu fyrst og fremst viðurkenna, at vit alla tíðina hava tosað um, at veðurlagstillagingarnar skuldu henda sunnanfyri í tropiskum økjum, men tað vit síggja nú er, at vit í norðurlondum eisini verða rakt av veðurlagsbroytingunum og enntá í stóran mun. Ávirkanin, sum verðurlagsbroytingarnar fara at hava á norðurlond, kann koma at kosta mannalív, um vit ikki eru fyrireikað.

Hetta sigur Rico Kongsager, lektari í Emergency and Risk Management á Københavns Professionshøjskole. Hann leiðir verkætlanina ”Climate Change Resilience in Small Communities in the Nordic Countries, CliCNord”, sum er stuðlað av NordForsk. Verkætlanin samstarvar við fleiri partar í Føroyum, m.a. við Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipara í Fiskimálaráðnum.

Umframt at granska í føroyskum viðurskiftum, fevnir verkætlanin um viðurskifti í Danmark, Íslandi, noregi og Svøríki.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

32 Leygardagur 02. oktober 2021

Katla Heðinsdóttir vart ph.d. á Københavns Universiteti

Verkætlanin snýr seg um úrnýtslu og viðbrekni í kliniskari gransking við denti á gransking í fíggjarliga viðkvomum umhvørvum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin 30. september, vardi Katla Heðinsdóttir ph.d.-ritgerð sína við Institut for Kommunikation á Københavns Universiteti.  

Heimasíðan hjá Granskingarráðnum skrivar, at verjan gekk sera væl, og metingarfólkini spardu ikki uppá lýsingarorðini: Framúrskarandi, frálíkt filosofiskt arbeiði, sera týðandi gransking. Ein av próvdómarunum endaði við at bjóða henni við í ein granskingarbólk í Oslo.

Verkætlanin hjá Katlu snýr seg um úrnýtslu og viðbrekni í kliniskari gransking við denti á gransking í fíggjarliga viðkvomum umhvørvum. Heitið á ritgerðini er: “On the Exploitation of Host Communities in International Clinical Research."

- Granskingin hjá Katlu Heðinsdóttier er partur av stórari granskingarverkætlan við heitinum “Convergent Ethics and Ethics of Controversy - (CEEC)” har fleiri granskarar kanna alment ivasemi mótvegis nýggjari biotøkni úr etiskum, sálarfrøðiligum og politiskt-filosofiskum sjónarhornum. 

Klemens Kappel, professari á Københavns Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari og Erik Malmqvist, lektari á Göteborgs Universitet, hjávegleiðari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

33 Leygardagur 02. oktober 2021

Enn eitt væleydnað Closed For Maintenance farið afturum

53 sjálvboðin úr 20 ymiskum londum luttóku saman við áleið eins nógvum føroyingum í átakinum í farnu viku – Tiltakið eydnaðist væl, og verður tað aftur í vár, sigur Visit Faroe Islands

(Mynd: Lorenz Weisse)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri aðru ferð í ár hava Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur havt átakið “Closed For maintenance.”

Hesaferð vóru tað 53 sjálvboðin úr 20 ymiskum londum, sum luttóku saman við áleið eins nógvum føroyingum í farnu viku.

Talan var um níggju ymiskar verkætlanir kring landið: Funningur, Hellurnar, Klaksvík, Tjørnuvík, Miðvágur, Hestur, Nólsoy, Skúvoy og Trongisvágur.

Kunningarstovur og kommunur hava fyriskipað hvør sína verkætlan við góðari hjálp, vistveiting og gisting frá teimum lokalu.

Flestu verkætlanirnar snúðu seg um at umvæla og uppmerkja gonguleiðir úti í haga, men eisini vóru einstakar verkætlanir, ið savnaðu seg um at gera væl umtókt útssýnistøð tryggari, at endurreisa niðurfalnar varðar á bygdagøtunum og at seta upp skelti, ið leiða ferðafólk á rætta leið. Yvirskipaða endamálið við øllum verkætlanum er at gera farleiðirnar tryggari og betri at ganga eftir, og á tann hátt virka fyri eini væl skipaðari ferðavinnu kring landið.

– Aftur hesaferð er tað ein fragd at síggja, hvussu nógv kann koma burturúr uppá bara tveir arbeiðsdagar, tá arbeiðið er lagt væl til rættis og tá fúsar hendur eru til taks at fremja arbeiði í verki. Lokalu fyriskipararnir eiga allan heiður uppibornan fyri at taka sær so væl av sjálvbodnu arbeiðsmegini og tryggja, at øll fáa eina ógloymandi og stuttliga uppliving, samstundis sum tey eisini fáa nakað veruligt at skafti, sum er okkum øllum ein ágóði, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, og heldur fram:

– Closed for Maintenance er vorðið ein afturvendandi snúðningsdepil í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna í Føroyum enn betri. Smáar viðbøtur úti í náttúruni kunnu gera stóran mun, men tað kann vera torført at fáa gongd á arbeiðið. Closed for Maintenance er vorðið slíkt høvi; ein deadline sum vit øll ið arbeiða við ferðavinnumenning brúka sum ýti, tá vit fyrireika árið". 

Í vár verður aftur skipað fyri átakinum Closed For Maintenance, og tá eru allir føroyingar aftur hjartaliga vælkomnir at vera partur av felagsskapinum. Tað verður kunngjørt seinni, tá til ber at tekna seg, skrivar Visit Faroe Islands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

34 Leygardagur 02. oktober 2021

Kendur kokkur takkar fyri seg

Eftir 12 ár við sannari matgleði, gevst Gutti Winther við sínum virksemi. Korona er orsøkin, og hvørki orka ella hugurin er til at byggja alt upp av nýggjum, sigur hann

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hvørki orkan ella hugurin er til at byggja alt upp aftur av nýggjum.

Tað sigur kendi kokkurin Gutti Winther, sum nú gevst við sínum virksemi, sum hann hevur havt seinastu tólv árini.

Hann fekk alt Føroyar at fylgja við tá hann og Pætur Marjunason Dahl gjørdu matsendingina Spískamarið, sum varð send í Kringvarpinum, og hevur eisini havt vistveiting.

- Eftir 12 ógloymandi ár og sanna matgleði, sløkki eg nú fyri katering. Farsóttin og avleiðingarnar av henni hava rakt alla matgerðarvinnuna hart, og okkum, ið taka okkum av katering, eitt sindur ov hart, skrivar Gutti Winther í fráboðan á Facebook.

- Hóast onkrir glottar eru, eru avlýsingar enn gerandiskostur, og vit fáa ikki ein einasta mola ella ugga úr hjálparpakkunum. Hendan tíðin hevur tømt spískamarið, hjallin og frystiboksina, her er einki eftir, og tí gevist eg, áðrenn hungurin stendur í durunum.

Hugurin er ikki til at byggja alt upp av nýggjum, og leigumálið fyri køkin í Hoydølum er sagt upp og starvsfólkini hava fingið boðini, sigur Gutti Winther.

- Tá hesir seinastu ordrarnir eru avgreiddir, gevist eg við katering virkseminum.  Men eg síggi bjart upp á framtíðina, og eri tøkur til nýggj spennandi ævintýr, leggur hann afturat.

[object Object](Savnsmynd)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

35 Leygardagur 02. oktober 2021

Pól Rosenmeyer Wolles nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni

Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann hevur síðani 2015 arbeitt í danska verjumálaráðnum og danska uttanríkisráðnum

(Mynd: lms.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Pól Rosenmeyer Wolles er settur sum nýggjur deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, boðar Løgmansskrivstovan frá.

Nýggi deildarstjórin fer at standa á odda fyri toyminum, sum í gerandisdegnum er kring løgmann. Millum høvuðsuppgávurnar er at hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og ritarapartinum. Eisini hevur deildarstjórin ábyrgdina av at samskipa landsstýrisfundir og samgongufundir.

Pól Rosenmeyer Wolles er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann hevur síðani 2015 arbeitt í danska verjumálaráðnum og danska uttanríkisráðnum. Hann byrjar í starvinum 1. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

36 Leygardagur 02. oktober 2021

Bjørg Mohr havt 40-ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Bjørg hevur alt sítt arbeiðslív starvast hjá kommununi - síðani hon var 17 ár. Seinastu 17 árini hevur uppgávan verið at arbeiða við lønum á starvsfólkadeildini. - betri starvsfelaga skal man leita leingi eftir, segði borgarstjórin millum annað í røðu sínari

- Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig. Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka tær Bjørg, fyri trúfesti. Vónandi verður tú verandi hjá okkum, í mong ár afturat (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin var hátíðarløta í Posthúskjallaranum í Havn. Orsøkin var, at Bjørg Mohr hevur verið í starvi hjá Tórshavnar Kommunu í samfull 40 ár.

Hon byrjaði sum 17-ára gomul í 1981 sum ørindagenta. Síðani hevur Bjørg Mohr havt hevur nógvar og ymiskar uppgávur. Hetta kom Heðin Mortensen inn á í røðu síni fyri Bjørg, sum endaði á hendan hátt:

- Fía, Randi og tú hava arbeitt tætt saman hesi seinastu mongu árini, og tað ger at tit, saman við Karini, kenna lønarøkið út og inn. Her er alt í góðum hondum. Fólk eru komin og farin hjá Tórshavnar Kommunu, men eftir 40 ár, ert tú her enn, Bjørg. Og tíbetur fyri okkum. Tí betri starvsfelaga skal man leita leingi eftir. Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig. Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka tær Bjørg, fyri trúfesti. Vónandi verður tú verandi hjá okkum, í mong ár afturat!

Seinastu 17 árini hevur uppgávan hjá Bjørg verið at arbeiða við lønum á tí, sum nú eitur starvsfólkadeildin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

37 Leygardagur 02. oktober 2021

Leiðaraskifti í Frískúlanum 

Keldan í Skálafirði: Jastrid Høj og Annika Høj hava býtt um starv

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðani Frískúlin Keldan byrjaði sítt virksemi í 2010, hevur Jastrid Høj verið skúlaleiðari fyri skúlan. Gjøgnum hesi 11 árini hevur Annika Høj staðið við hennara lið sum varaskúlaleiðari og visiónsberari.

Samstarvið millum Jastrid og Anniku hevur verið fyrmyndarliga gott, og hava tær staðið saman sum ein ímynd av Frískúlanum øll hesi árini.  

Nú skúlaárið 2021/22 er farið í gongd, er tað við einum nýggjum skúlaleiðara. Leiklutirnir hjá Jastrid og Anniku eru býttir um soleiðis, at Annika hevur tikið við sum skúlaleiðari, og Jastrid er nú varaleiðari, boðar stýrið fyri skúlan frá á heimasíðuni  hjá skúlanum fsk.fo.

Skúlastýrið fegnast um góðu gongdina hjá skúlanum øll hesi árini og takkar Jastrid fyri hennara trúfesti, yvirgeving og ídni til skúlan. Samstundist verður Annika Høj ynskt tillukku við nýggju avbjóðingini sum skúlaleiðari 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

38 Leygardagur 02. oktober 2021

Thorvald fyrsti sálarfrøðingur á Skúlatrøð

1. september byrjaði Thorvald Danielsen í starvi sum sálarfrøðingur á Skúlatrøð. Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, tí ongantíð áður hevur sálarfrøðingur, av hesum slag, verið í starvi í fólkaskúlanum

- Tað hevur verið ført fram, at tey ungu sakna samrøður, har ung og børn kunnu tosa ein til ein. Tað eri eg ómetaliga glaður fyri at fáa møguleika at bjóða (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Starvsfólk á skúlaøkinum hava í longri tíð víst á, at tað er tørvur at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr.

Nógv hevur verið tosað um týdningin av at seta tíðliga inn við sálarligari hjálp til børn, men enn hevur sálarfrøðilig hjálp einans verið bjóðað til ung á miðnámi. Barnaverndin og skúlaheilsufrøðingar fáa loftað ymiskum avbjóðingum, men eisini hesi hava víst á, at tørvur avgjørt er fyri betri hjálp til ungar næmingar.

Thorvald Danielsen hevur seinastu fýra árini starvast sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, har hann m.a. hevur verið við til at menna tilboð til ung í aldrinum 15-25 ár.

Thorvald sigur, at tá ið hann í fjør setti seg í samband við kommununa, um eitt møguligt starv sum sálarfrøðingur á Skúlatrøð, so fekk hann góða móttøku, tí hetta var eitt arbeiðið, sum leiðslan á Skúlatrøð í longri tíð hevði ynskt at fingið raðfest.

Arbeiðið fór síðan veruliga í gongd, og í august løgdu Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, og Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, málið fyri politisku skipanina til kunningar og viðgerð.

Samstarv er ein fortreyt
Verkætlanin er skipað soleiðis, at tað fyrstu tíðina verður Thorvald í starvinum fulla tíð. Síðan liggur í kortunum, at hann fer niður á umleið 15 tímar um vikuna restina av skúlaárinum, tí tá fer hann eisini undir egið praksis í Klaksvík.

Thorvald sigur, at hann er ómetaliga spentur til uppgávuna.

- Eg havi brúkt hendan fyrsta mánaðin at skipa mannagongdir og somuleiðis ment eitt uppskot til samstarv, sum í komandi viku skal viðgerast í leiðsluni á Skúlatrøð.

- Tað er ótrúliga umráðandi fyri meg, at samstarvið millum tey, sum longu eru rundanum børnini, er gott. Tí leggi eg upp til, at eg saman við skúlaheilsufrøðinginum og leiðsluni á Skúlatrøð fái eitt so gott tilboð, sum møguligt.

Tilboðið
Thorvald sigur, at hann er ógvuliga fegin um samstarvið, sum hann longu hevur havt við skúlaheilsufrøðingin og leiðsluna á Skúlatrøð.

Í komandi viku skal eg leggja mínar ætlanir fram fyri lærarunum, sum síðan fáa møguleika at gera viðmerkingar til ætlanina. Ein visitatiónsnevnd, sum er mannað við skúlaheilsufrøðinginum og umboðum frá Skúlatrøð skulu síðan, saman við mær, gera eina tørvsmeting, soleiðis at rætt verður farið fram.  

- Tó verður eisini møguligt hjá teimum ungu at koma á gátt til eitt prát, um tey ynskja, men er tørvur á meira enn einari samrøðu, so skal hetta skipast. Eisini við samtykki frá foreldrum.

Thorvald leggur dent á, at talan er ikki um langtíðar viðgerð, men at talan er um eitt avmarkað tilboð, har tann ungi hevur møguleika at fáa 2 – 10 samrøður. Alt eftir tørvi.   

- Tað hevur verið ført fram, at tey ungu sakna samrøður, har ung og børn kunnu tosa ein til ein. Tað eri eg ómetaliga glaður fyri at fáa møguleikan at bjóða.

Kunning um tilboðið
Thorvald sigur, at eftir heystfrítíðina, tá ið arbeiðsleisturin er lagdur, so verður farið undir at hava kunnandi fundir fyri bæði næmingum og foreldrum. Tankin er at skipa kunningina til næmingarnar floksvís, tí tað vísir seg at vera betri, tá ið talan er um eitt sindur meira viðkvom evnir.

Til seinast sigur Thorvald, at hann kundi hugsa sær, at pláss eisini var fyri bólkasamrøðum, men at tað fer tíðin at vísa, um møguleiki eisini verður fyri tí.

Mentamálaráðið fíggjar verkætlanina meðan Klaksvíkar kommuna útvegar hølispartin, har skúlaheilsufrøðingurin eisini húsast.

Klaksvíkar kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

39 Leygardagur 02. oktober 2021

Loppumarknaður til frama fyri Í menniskjum góður tokki

Stephanie Trónd Larsdóttir skipar fyri stórum loppumarknaði til frama fyri átakinum Í menniskjum góður tokki frá 4. til 6. oktober

Stephanie Trónd Larsdóttir
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stephanie Trónd Larsdóttir skipar fyri stórum loppumarknaði í felagshúsinum á Stóragerði 4. - 6. oktober kl. 17-21. 

Jólini kunnu vera avbjóðandi, serliga fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

“Tí vil eg fegin hjálpa teimum sum best ber til”, sigur Stephanie Trónd Larsdóttir. "Henda tíðin eigur at vera merkt av gleði og hugna og ikki stúranum fyri, um tú hevur ráð at keypa jólagávur og mat til familjuna”. 

Liggja tit inni við ymiskum áhugaverdum og spennandi, ið onnur kundu fingið ágóðan av? So eru tit vælkomin at senda Stephanie eini boð á hennara boðkliva á Facebook, áðrenn sunnudagin 3. oktober klokkan 20.

Tó er umráðandi, at alt ið verður latið inn, er reint og í heilum líki.

Peningurin fer óskerdur til jólahjálpina, sum er partur av Í Menniskjum Góður Tokki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2021

40 Leygardagur 02. oktober 2021

Stórur stuðul frá Team Rynkeby Føroyum

Í sambandi við túrin í Danmark, savnaði Team Rynkeby Føroyar inn 1,13 milliónir krónur, sum varð handaður Krabbameinsfelagnum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við túrin í Danmark, savnaði Team Rynkeby Føroyar inn 1,13 milliónir krónur.

Peningurin varð handaður Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum á samkomu í Finsen í Havn leygardagin.

[object Object]

Team Rynkeby Føroyar skrivar m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:

– Hóast koronasmittan hevur sett sín dám á farna árið, bæði hjá okkum í Team Rynkeby Føroyum og hjá stuðlunum, er áhugin at stuðla stórur.

– Vit í Team Rynkeby Føroyum fegnast um stóra stuðulin og takka hjartaliga øllum, – fyritøkum, kommunum, tónleikarum, privatpersónum o.o. – sum trúliga stuðla á ymsan hátt, so at vit kunnu gera nakað gott fyri børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra, samstundis sum vit eisini gera nakað gott fyri okkum.

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar hevur latið Krabbameinsfelagnum, verður brúktur til gransking, at lata fíggjarliga hjálp til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra, og Beranum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2021

41 Leygardagur 02. oktober 2021

Kalsoyingar í stívasta pussi til Bond-frumframførslu

Serprýddur 007-bussur koyrdi norðoyingar til Havnar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinnapartin mikudagin varð nýggjasti James Bond-filmurin “No Time to Die” á fyrsta sinni varpaður upp á stóra filmslørifti í Havnar Bio.

Talan var um eina serframsýning fyri tey, sum eiga ein lut í framleiðsluni av stóra filminum. Filmslið var nevniliga í Kalsoynni í nakrar dagar í 2019 og tóku myndir til filmin.

Fyri at takka teimum, sum hjálptu til, vórðu hesi boðin til eina undan-frumframførslu, sum var seinnapartin mikudagin.

Tá bussurin kom í Tinghúsvegin var reyða langmottan rullað út, og bjóðað var brúsandi løg áðrenn tey innbodnu fóru inn til fyrstu framsýningina av stórfilminum, har tað vísti seg, at Kalsoy og serliga Trøllanes eiga sín lut.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, fekk eina serliga tøkk á rullitekstinum aftan á filmin

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

42 Leygardagur 02. oktober 2021

Føroya størsti innan sítt øki er farin

Mikkjal Gaard Hansen er deyður

(Mynd: Eija Mäkivuoti)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein av stóru persónligheitunum innan harðan føroyskan rokktónleik, sangarin Mikkjal Gaard Hansen er deyður, 39 ára gamal.

Mikudagin frættust boðini um andlátið.

Føroyski tónleikaheimurin syrgir missin av einum sera gávuríkum tónleikara. Fleiri, sum hava viðmerkt sorgarboðini á sosialu miðlunum í dag vísa á, at hann var tann størsti innan júst sítt øki.

Mikkjal var oddamaður í fleiri ymsum rokkbólkum, Krit, Sic!, Amokk og Marra, og felags fyri allar hesar er, at talan er um sera hartspælandi tónleik, og Mikkjal førdi ann við síni sermerktu rødd. Hann dugdi at ‘growla’ sum nærum ongin annar.

- Hvør einasta konssert var serlig, vill og intens, tær fara at vera mintar leingi. Vit høvdu vóna at fáa fleiri slíkar upplivingar... Vit hava mist eina legendu í dag. Tú vart ein av bestu innan títt øki.. Tað var ein heiður at hava teg við, takk fyri alt Mikkjal, skrivar G! Festivalurin á Facebook. Festivalurin vísir á, at Mikkjal hevur framført á G! síðan byrjan.

Ein av fyriskiparunum av nógvum tiltøkum innan tungmálmstónleik, Teitur Egholm Fossaberg skrivar:

- Tú ert besti frontmaður Føroyar hava haft, punktum! Men tú var so ræðuliga nógv meira enn bara Sic Mik, tú var ein extremt loyalur vinur, tú vart altíð har tá ið man hevði tørv á tær... túsund takk fyri alt tú hevur verið fyri meg, og føroyskan tónleik, eg elski teg bróður!

Og Ragnar Jacobsen, útvarpsvertur við rokki sum speciali, skrivar stutt og greitt: Hvíl í friði Mikkjal. Ein av teimum heilt stóru.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

43 Leygardagur 02. oktober 2021

Allar árstíðinar ein seinnapart

Mangan verður tikið til, at í Føroyum kann man uppliva allar fýra árstíðirnar sama dag. Um vikuskiftið kunna allar árstíðirnar upplivast uppá hálvan annan tíma, nú Havnarkórið, orkestur og solistar fara á pall við oratorinum Jahrezeiten hjá Joseph Haydn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er fyrstu ferð, at hetta megnarverk verður framført í Føroyum. Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin kl 16 og í Vesturkirkjuni sunnudagin kl 16.

Oratoriið Jahrezeiten, Árstíðinar, varð frumframført í Wien í 1801. Haydn hevði fá ár frammanundan skrivað oratoriið Die Schöpfung, Skapanin. Áhoyrarnir tóku sera væl ímóti hesum verkinum og var tað á veg at verða framført kring Evropa.

Men longu áðrenn Skapanin í 1798 varð frumframførd var Haydn farin at hugsa um tað næsta stórverkið. Barónurin Gottfried van Swieten, sum hevði skrivað tekstin til Skapanina, vísti honum á stóru ensku episku yrkingina The Seasons hjá James Thomsen, sum kom út í 1730. Hendan 4300 ørinda langa yrking varð lisin og týdd kring Evropa. Við útgangsstøði í hesari yrking gjørdi van Swieten eina liberetto á týskum, sum Haydn skuldi seta tónleik til. Haydn hevði eitt stríð at skriva tónleikin til Árstíðinar og eru tær eisini eitt av seinastu verkunum hjá tónaskaldinum.

Árstíðinar eru saman við Skapanini varðar í tónleikasøguni. Árstíðinar er innihaldsliga ikki eitt vanligt oratorium við útgangsstøði í bíbilskum forteljingum.

Verkið lýsir árstíðinar gjøgnum hendingar úti á landinum, sungið av trimum solistum. Leiklutinir eru Simon ein festibóndi (bassur), Hanne, dóttir hansara (sopranur) og Lukas ein ungur bóndi (tenorur).

Kristni boðskapurin er undirliggjandi og er tað menniskjalívið, sum verður lýst. Verkið ber fram ímóti opinberingini av tí æviga várinum.

Havnarkórið hevur seinastu árini lagt seg eftir at hava stórverk á skránni næstan hvørt ár. Soleiðis hevur kórið seinastu seks árini framført Messias hjá Handel tvær reisur, stóru C-moll- messuna og Requiem hjá Mozart (saman við Eystanljóð) og As-dur-messuna hjá Schubert.

Havnarkórið hevur tvær reisur havt Skapanina hjá Haydn á skrá, men er hetta fyrstu ferð at Árstíðinar verða framførdar í Føroyum.

Ætlanin var upprunaliga, at verkið skuldi framførast á vári í fjør, men koronastøðan foraði fyri teirri ætlanini. Nú er so alt til reiðar.

Solistanir eru hesaferð úr Íslandi. Sopranur er Hallveig Rúnarsdóttir, sum ofta hevur verið í Føroyum og framført. Eyjólfur Eyjólfsson hevur eisini verið her fleiriferð sungið tenor í samband við Messias framførslur hjá Havnarkórinum. Bassurin Jóhann Kristinsson býr til dagligt í Berlin, har hann virkar sum sangari.

Konsertmeistari er Sámal Petersen og Leif Hansen stjórnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

44 Leygardagur 02. oktober 2021

Kirkjugarðurin á Svínaryggi verður søgudepil

Navn er sett á stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar við um 500 nøvnum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera gamla kirkjugarð á Svínaryggi í Havn meira viðkomandi fyri borgararnar. Hetta arbeiðið er nú stórt sæð liðugt. Navn er sett á stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar við um 500 nøvnum.

Í sambandi við hvønn gravstein er sett søgan hjá viðkomandi. Hetta eru greinirnar, sum Óli Jacobsen hevur havt í Sosialinum í røðini Hendur, ið Sleptu.

Her er talan um søguna hjá nógvum ættum í Havn, bæði kendum og minni kendum.

Hesar søgur røkka eisini langt út í heim, heilt til Ný Sæland og Kongo, fyri at nevna tað, sum er longst burtur.

Ætlanin er eisini sohvørt at leggja fleiri frásagnir inn í skipanina, har nakað er at leggja afturat teimum verandi frásagnunum.

Tí kann her verða talan um eitt stórt savn av persónssøgu, eisini hjá fólki úti um landið.

Tað slepst inn á hesa skipan á torshavn.fo. Í teiginum ”leita” kann skrivast ”kirkjugarðar”. Tá kemur skipanin fram. Leitast kann tá eftir nøvnum í øllum kirkjugarðum í kommununi, eisini tí á Svínaryggi.

Eisini er ein serlig tilvísing til ”jarðað á Svínaryggi”. Her kunnu øll nøvnini síggjast, sum eru á gravsteinunum. Her sæst eisini kortið, sum vísir tær ymisku gravirnar.

Skipanin skal mennast sohvørt og  framvegis er okkurt, sum skal snøggast til. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. september 2021

45 Leygardagur 02. oktober 2021

Nýggjar bøkur í september

Stuttligar og spennandi ungdómsbøkur, óhugnaligar barnabøkur, ein teljibók, ein djórabók og ein skrímslabók afturat frá Bókadeildini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur í heyst út seks nýggjar bøkur til børn og ung.

Talan er um stuttligar og spennandi ungdómsbøkur, óhugnaligar barnabøkur, eina teljibók til tey smáu, eina vakra djórabók og ikki minst – eina skrímslabók afturat hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur! 

[object Object]

Tel við Mimbo Jimbo
Mimbo Jimbo dugir at telja. Hann telur líka upp í tíggju. Tú kanst læra tølini saman við Mimbo Jimbo og øllum vinum hansara.

Jakob Martin Strid skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum. Bókin er ein pappbók, 12 síður og til tey, sum eru umleið 0-1 ár.

[object Object]

Skrímslaleikur
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini. Bøkurnar eru týddar til fleiri mál.

Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir skrivaðu, og Áslaug Jónsdóttir myndprýddi. Bókin er innbundin, 32 síður og til tey, sum eru umleið 2-4 ár.

[object Object]

Djórametbókin
Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini. 

Katharina Vestre skrivaði, og Linnea Vestre myndprýddi. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr norskum. Bókin er innbundin, 85 síður og til tey, sum eru umleið 5-7 ár.

[object Object]

Andskræmiliga søgan um Lítla Hann

Onkuntíð er gott at vera bangin … Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin – klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru … Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi.

Lena Ollmark skrivaði, Per Gustavsson myndprýddi, og Ása H. Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 140 síður og til tey, sum eru umleið 8-10 ár.

[object Object]

Rustaði heimurin I – Flýggjanin úr Danmark

Tey fýra systkini – Píl, Petur, Bowie og Ramona skulu ferðast hjá abbanum í Svøríki. Men á ferðini úr heiminum í Grønlandi detta tey niður í Danmark, sum er eitt ovurstórt ruskpláss við ruski og oyðiløgdum robottum. Børnini fáa brúk fyri øllum sínum uppfinnsemi og viljastyrki fyri at finna abba sín, tí tey hitta bæði vinir og fíggindar á vegnum. Tað verður eitt garvilt ævintýr.

Adam O. skrivaði, og Tórarinn á Rípuni Niclasen týddi úr donskum. Bókin er heft, 162 síður og til tey, sum eru umleið 11-13 ár.

[object Object]

Tey gávaðu, tey evnaríku og eg
Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Og tað er áðrenn hann endar uppi á pallinum í ongum øðrum enn einari ullintari sparkidrakt ...

William Sutcliffe skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er heft, 296 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

46 Leygardagur 02. oktober 2021

Danir rokna við grønum milliarda útflutningi eftir týska valið

Danskt vinnulív roknar við stórum nýggjum útflutningsmøguleikum, nú væntað verður, at ein komandi týsk stjórn fer at leggja seg á grønu kósina 

Danskt vinnulív roknar við øktum útflutningi av grønum orkuloysnum til Týsklands eftir valið
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt tað mest spennandi valið í Týsklandi eftir seinna heimsbardaga er av. Og úrslitið gjørdist, at CDU, kristiligu konservativu stjórnarflokkarnir undir leiðslu av Angela Merkel í samfull 16 ár, gjørdust taparin. SPD, sosialdemokratiski flokkurin, gjørdist vinnarin av valinum, tó at lítil munur var millum hann og CDU.

[object Object]Olaf Scholz, formaðurin í SPD, verður helst nýggjur týskur kanslari eftir Merkel

Kortini verða Tey Grønu mett sum veruligi vinnarin av valinum, hóast hann ikki gjørdist eins stórur og hinir gomlu flokkarnir. Nú byrjar so arbeiðið at skipa eina meirilutastjórn, og her fáa Tey Grønu og Fríu Demokratarnir avgerandi  týdning. Teir verða tungan á vegskálini, uttan mun til hvør verður nýggjur týskur kanslari eftir Merkel.

Sum tað sær út í løtuni, so er tað formaðurin í SPD, sum fær møguleikan at skipa eina samgongustjórn saman við teimum grønu og fríu demokratunum. Hesir seinastu hava longu tikið stig til sínamillum samráðingar fyri at vita, hvørja støðu teir skulu hava til eina samgongu við SPD. 

Tað stendur greitt, at Týskland við hesum valúrslitinum fer at vera nógv meira grønt. Tað verður eitt ultimativt krav frá teimum grønu, sum í valstríðnum m.a. søgdu frá, at tey fóru ikki at góðkenna eitt nú framtíðar gassnýtslu og heldur ikki at taka til takkar við royndum at fanga og goyma CO2 útlát til tess at fremja grønan orku- og veðurlagspolitikk. Tey vilja síggja grønar loysnir á øllum politiskum økjum og ikki bert tá talan er um umhvørvið. Um tey megna at fáa øll síni krøv/ynski ígjøgnum saman við SPD og FDP er so ein annar spurningur. Kortini verður mett, at Týskland, hvør enn skipar stjórn,  fer at gerast nógv meira grønt eftir valið. 

[object Object]Annalena Baerbock, forkvinnan hjá teimum Grønu, fer at fáa avgerandi ávirkan á týska orku- og veðurlagspolitikkin í eini nýggjari samgongustjórn

Týska valúrslitið fer at fáa stóran týdning fyri Evropa sum heild. Týskland er høvuðsmotorurin í evropeiska búskapinum. Og tá vónar Danmark at kunna gera sær dælt av. Í Danmark sær vinnulívið longu fram til stórar møguleikar fyri at økja um útflutningin serstakliga av sonevndum “Cleantech” grønum vørum og tænastum.

Hetta er eitt øki, har Danmark liggur millum tey fremstu í heiminum, og roknað verður við, at við einum sterkum grønum flokki í komandi stjórn fara tiltøk at verða sett í verk, sum skulu fremja grøna orkuskiftið. Og hetta er nakað, sum danski ídnaðurin kann fáa sera stórt gagn av.

Týskland hevur longu avgjørt at vera klimaneutralt í 2045 og at minka um útlátið við 65 prosentum í 2030. Og her er tað, at danski ídnaðurin kemur inn í myndina. Umheimurin hevur stóra virðing fyri mongu grønu loysnunum, sum danir hava skapt seinastu mongu árini, og her er ikki minst talan um vindorkuídnaðin, har Danmark liggur á odda í heiminum. 

Talan er tó ikki bert um at menna varandi orkuna. Undir valstríðnum løgdu allir flokkarnir dent á týdningin at fáa framt ábøtur og nýhugsan í risastóra byggisektorinum, soleiðis at framtíðar byggjarí í nógv størri mun verða gjørd við orkusparing í huga. 





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

47 Leygardagur 02. oktober 2021

Oljuprísur nærum 80 dollarar - hægsti í trý ár

Tíðliga mánamorgun tók oljuprísurin dik á seg til 79,50 dollarar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Vit skulu aftur til oktober í 2018 at finna ein oljuprís oman fyri 80 dollarar fyri tunnuna. Tá var orsøkin amerikanska boykottið av Iran. Ein av orsøkunum til hækkaða oljuprísin í dag, er óttin fyri eini orkukreppu í Evropa. M.a. er gass við at ganga undan, og hetta hevur bæði ávirkan á ein skjótt vaksandi gassprís og eisini oljuprísin.

Orkukreppan er longu farin at merkjast væl í Bretlandi, har fleiri og fleiri bensinstøðir hava latið aftur. Stjórnin umhugsar nú at brúka herin til at flyta bensin til mongu bensinstøðirnar kring landið.

Aðrar orsøkir til støðuna í Bretlandi er mangulin upp á bilførarar til stóru flutningsbilarnar. Tað ljóðar, at tørvur er á 100.000 bilførarum. Og hetta er so eisini orsøkin til, at hyllarnar í matvøruhandlum eru við at tømast. Enn ein orsøk til støðuna á oljumarknaðinum er, at eftirspurningurin er farin at vaksa, nú virksemið, eftir ringastu avleiðingarnar av korona, er farið at økjast kring allan heimin. 

[object Object]

Meðan bretar verða hart raktir av høgu prísunum og manglandi olju og gassi, so gongur tað øðrvísi í eitt nú Noregi. Har hava inntøkurnar frá olju- og gassframleiðslu ikki verið so høgar í 13 ár tvs. síðani 2008.

Í august útflutti Noreg fyri 32 milliardir norskar krónur ella í meðal 1,68 milliónir tunnur um dagin henda mánaðin skrivar E24.no. Orsøkin til høgu framleiðsluna kemur m.a. frá stóru framleiðsluorkuni á risastóra feltinum Johan Sverdrup. Haraftrat er enn ein risastór oljukelda tikin í nýtslu, Martin Linge.

[object Object]

Tølini siga eisini, sambært E24, hvussu støðan er broytt. Í august kostaði ein tunna av olju 603 krónur. Sama mánað árið fyri kostaði hon 392 krónur. Prísurin á eini tunnu higartil í ár liggur um 578 krónur. Í norsku fíggjarlógini hava tey roknað við einum meðalprísi fyri 2021 uppá 557 norskar krónur. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

48 Leygardagur 02. oktober 2021

Gass nær Føroyum skal tryggja Bretlandi orkuframtíð

Nógv gass er í bretsku undirgrundini eystan fyri Føroyar. Hetta skal vera við til at tryggja bretsku orkuframtíðina. Til tess krevjast íløgur í nýggja framleiðslu

Deirdre Michie, forkvinna í felagnum hjá bretskari olju- og gassvinnu, Oil and Gas UK, heldur, at so mikið nógv gass er til eitt nú eystan fyri Føroyar, at verða íløgur gjørdar í m.a. Cambo kelduna, stutt frá føroyska markinum, so kunnu tær vera við til at loysa framtíðar gasstørvin hjá Bretlandi (Mynd OGUK)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bretland er í hesum døgum rakt av eini orkukreppu. Framleiðslan av gassi megnar ikki at liva upp til eftirspurningin, og tí eru prísirnir á gassi farnir upp í loft. Hetta hevur longu stórar avleiðingar fyri brúkararnar, sum bæði eru vanlig húsarhald og fyritøkur. Men ein loysn er fyri framman, og hon er at geva grønt ljós til útbyggingar av olju- og gassfeltum eitt nú eystan fyri føroyska markið.

Prísurin á gassi er vaksin við 250 prosentum síðani í januar. Felagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi, Oil and Gas UK (OGUK) heldur seg hava svarið - í hvussu er langtíðar loysnina - fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs.

[object Object]Nógvar stórar olju- og gasskeldur eru funnar beint eystan fyri føroyska markið. M.a. Cambo, sum goymir nógv gass, ið kann koma sera væl við hjá Bretlandi í framtíðini sigur stjórin í Oil and Gas UK, felagnum hjá bretsku oljuvinnuni, Deirdre Michie 


Eftirspurningur eftir gassi fer at vaksa nógv
Altjóða eftirspurningurin eftir gassi fer at vaksa komandi 20 árini. OGUK metir, at framleiðslan av gassi í  Norðsjónum og vestan fyri Hetland (les: eystan fyri Føroyar) kann vera við at lætta um trýstið. Men hetta krevur, at m.a. longu funnar gasskeldur verða útbygdar til framleiðslu og vísir vinnufelagið  her m.a. til nógv umstríddu Cambo kelduna eystan fyri Føroyar. Hon liggur tætt upp at føroyska markinum og er vorðin eitt stríðsmál, nú altjóða umhvørvisráðstevnan COP 26 skjótt fer av bakkastokki.

Umhvørvisfelagskapir og politikarar vilja ikki hoyra talan um eina slíka útbygging, samtíðis sum altjóða veðurlagsráðstevna verður hildin í Skotlandi. Teir krevja rætt og slætt, at bretski forsætisráðharrin Boris Johnson steðgar útbyggingini av Cambo. Hann svarar, at tað ber ikki til at bróta gjørdar avtalur um eitt nú Cambo.

Oljuvinnan, ið umboðar tey 100.000 starvsfólkini í vinnuni, vísir á, at verður Cambo ikki útbygt, so fer tað hava við sær enn størri innflutning av kolvetnum úr londum, sum als ikki taka hædd fyri útlátinum í framleiðsluni. Her stendur so málið, ein mánað undan COP 26. Og samtíðis hendir so tað, at Bretland upplivir eina gasskreppu. Tað er um hesa, sum vinnan nú rópar varskó.

Stjórin í OGUK, Deirdre Michie sigur sambært Energy Voice, at meira enn 40% av streyminum í Bretlandi stavar frá gassi, og 23 milliónir sethús verða upphitað við gassi, so hóast gassnýtslan fer at minka sohvørt, fer gass kortini at hava alstóran týdning fyri Bretland í mong ár aftrat. Hetta er eisini nakað, sum "The Climate Change Committee” hevur loyvt í tess rakstrarætlanum fyri útlát. 

Mugu gera íløgur í meira gass
“At gera íløgur í okkara egna gasstilfeingi kann vera við til at stuðla upp undir grøna orkuskiftið. Gera vit ikki tað, so fer tað at hava við sær størri innflutning antin við tangabátum ella gjøgnum rørleiðingar. Gassgoymslurnar, sum liggja í okkara undirgrund, kunnu eisini vera við til at styrkja orkutrygdina í Bretlandi, verja okkara brúkarar undir orkuskiftinum til lægri útlát og at halda okkum trygt á okkara veðurlagskós, sum er gjørd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar gjøgnum eitt nú sáttmálanum “The Energy Transition Deal”, sigur Deirdre Michie, sum í løtuni er fremsta talskvinnan hjá bretsku olju- og gassvinnuni.   

Henda gongdin kann  so vera við til at lækka kostnaðinum á gassi hjá tí einstaka brúkaranum. Sambært orkugreinarafyritøkuni DNV fer altjóða eftirspurningurin eftir gassi at vaksa heilt fram til 2041 tvs. komandi 20 árini. 

Nokk av gassi í bretsku undirgrundini
Umleið ein helvt av bretsku gassnýtsluni stavar frá heimligari framleiðslu, og hetta fer felagið hjá orkuvinnuni, OGUK, at greina gjøllari frá í komandi frágreiðingini “Energy Outlook Report” seinni í hesum mánaðinum. 

Hon fer at undirstrika, at tað er nóg mikið til av gassi í bretsku undirgrundini til tess at kunna fremja grøna orkuskiftið komandi 30 árini, tó at framhaldandi eftirspurningurin eftir olju og gassi fer at hava tørv á nýggjum íløgum. Verandi støða við manglandi gassi á marknaðinum undirstrikar júst henda íløgutørvin. 

[object Object]

Týðandi avgerð fyri Føroyar eisini
Sæð við føroyskum eygum kann ein væleydnað leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum, tætt við longu funnu olju- og gasskeldurnar hinumegin markið á bretskum øki, eisini koma væl við á stóra bretska gassmarknaðinum, sum avgjørt kann hugsast at vilja taka væl ímóti møguligum framtíðar føroyskum gassi – gass úr næsta grannalagnum.

Orsøkin til, at grønt ljós til Cambo útbyggingina, kann hava so stóran týdning fyri føroysku kolvetnisframtíðina, er tann, at við Cambo verður ment eitt spildurnýtt undirstøðukervi beint við okkara mark. Tvs. bæði framleiðsluskip til olju og rørleiðingar til at flyta gass til lands. Eitt slíkt undirstøðukervi kann tá helst eisini verða brúkt til at fáa møguliga framtíðar føroyska framleiðslu til høldar.  

Nú verður so við spenningi bíðað eftir, at bretski orkumyndugleikin OGA, Oil and Gas Authority, um og nær fer at geva grønt ljós til Cambo útbyggingina skamt frá føroyska markinum. Tað kann henda í dag sum ein annan dag. Um altjóða veðurlagsráðstevnan í Skotlandi, COP 26, sum byrjar 31. oktober, fer at hava ávirkan á hesa avgerð - fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar - fer tíðin at vísa.

Keldur: Energy Voice, Financial Times og Upstream



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

49 Leygardagur 02. oktober 2021

Kvinnurnar fingu kortini ikki meirilutan í Altinginum

Dagin eftir altingsvalið í Íslandi varð boðað frá, at Ísland, sum tað fyrsta landið í Evropa, hevði valt ein meiriluta av kvinnum á ting, men fínteljingin staðfesti, at so er ikki

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin sunnudagin varð boðað frá einum søguligum valúrsliti í Íslandi, av tí at meginparturin av tinglimunum, sum vórðu valdir inn í Altingið, vóru kvinnur.

Tá varð boðað frá, at kvinnur høvdu fingið 33 av teimum 63 sessunum í tinginum, og tað var fyrstu ferð, at kvinnur høvdu fingið meirilutan í einum evropeiskum tjóðartingi.

Men eftir fínteljingina, er kortini greitt, at kvinnurnar ikki fingu meirilutan av tingsessunum. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV fara kvinnurnar frá at hava 33 av sessunum til 30. Hetta merkir, at Altingið nú hevur 47,6 prosent kvinnur.

Fínteljingin ávirkar tó ikki býtið av umboðum hjá ymsu flokkunum, men hon hevur tó við sær, at nøkur valevni verða skift út.

[object Object]Katrín Jakobsdóttir

Stjórnarflokkarnir varðveittu meirilutan
Eftir valið er eisini greitt, at verandi samgonga hjá Katrín Jakobsdóttir varðveita sín meiriluta í íslendska tinginum, men um samgongan heldur fram er tó ikki greitt.

Sjálfstæðisflokkurinn fekk 24,4 prosent av atkvøðunum, og er framvegis størsti flokkur. Hann fær 16 tingsessir.

Næststørsti flokkurin er Framsóknarflokurinn og tann flokkurin, sum hevði størstu framgongdina á valinum. Hann fekk 17,3 prosent av atkvøðunum og fær 13 tingsessir, ið er fimm fleiri enn seinasta valskeið.

Vinstri grøni flokkurin hjá Katrín Jakobsdóttur, forsætisráðkvinnu, fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og hetta gevur honum átta sessir í Altinginum – tríggjar færri enn á seinasta vali.

Teir tríggir samgonguflokkarnir hava sostatt 37 av teimum 63 tingsessunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

50 Leygardagur 02. oktober 2021

Magdalena Andersson tekur helst yvir í Svøríki

Er innstilla at gerast forkvinna í flokkinum nú Stefan Löfven leggur frá sær

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður eftir øllum at døma Magdalena Andersson, sum yvirtekur sessin sum leiðari fyri svensku sosialdemokratarnar.

Valnevndin hjá flokkinum hevur valt at mæla til, at velja sitandi fíggjarmálaráðharra til forkvinnu fyri Stefan Löfven, sum í august boðaði frá, at hann leggur frá sær.

Floksleiðaraskiftið verður tó ikki alment fyrr enn á ársfundinum hjá flokkinum fyrst í november mánaði.

Magdalena Andersson hevur staðið á odda fyri svenska fíggjarmálaráðnum í sjey ár, og hon hevur tí drúgvar royndir við stjórnararbeiði, skrivar svenska kringavarpið.

Löfven gevst sum forsætisráðharri í november, og lagt er upp til at nýggi leiðarin í svenska javnaðarflokkinum eisini verður tann, ið verður stjórnarleiðari.

Í síðsta enda er tað tó svenska tjóðartingið, Riksdagen, sum ger av, hvør verður forsætisráðharri ella -kvinna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

51 Leygardagur 02. oktober 2021

Pele Broberg hevur mist uttanríkismál

Grønlendski landsstýrismaðurin røkir nú sjálvur uttanríkis og veðurlagsmál

Pele Broberg her saman við Bárði á Steig Nielsen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Pele Broberg úr flokkinum Naleraq er ikki longur landsstýrismaður við uttanríkismálum. Men hann hevur framhaldandi ábyrgdina av vinnu- og handilsmálum.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, tók mánadagin málsøkið frá honum.

Sostatt hevur tað fingið avleiðingar fyri Pele Broberg, at hann í farnu viku segði við danska blaðið Belingske, at bert fólk við inuitt-bakgrund eiga at sleppa at greiða atkvøðu til eina komandi atkvøðu um sjálvstýri.

Stutt frammanundan hevði sami landsstýrismaður eisini gjørt vart við seg við eini óvæntaðari útmelding um ríkisfelagsskapin sum hugtak. Les: Eiga ikki at brúka orðið ‘ríkisfelagsskapur’ 

Múte B. Egede úr IA var skjótur úti og vísti hesum aftur, og hann gjørdi greitt, at útsøgnirnar hjá Pele Broberg ikki eru galdandi fyri grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut.

Stutt eftir hetta boðaði flokkurin Atassut, sum er stuðulsflokkur hjá landsstýrinum, at flokkurin ikki longur hevur álit á Broberg, og flokkurin ynskti tí eina broyting í landsstýrinum.

Umframt uttanríkismál, so hevur Múte B. Egede sjálvur eisini tikið yvir verðurlagsøkið frá Pele Broberg, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Grønlendska landsstýrið hevur eisini fingið ein nýggjan lim. Tað er Paneeraq Olsen úr Naleraq, sum er útnevnd til landsstýriskvinnu við børn & ung og familjumálum. Hon tekur yvir málsøkið eftir Mimi Karlsen úr IA, sum hevur tikið sær av hesum økinum eftir at Eqaluk Høegh úr IA segði seg úr landsstýrinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

52 Leygardagur 02. oktober 2021

Oljan setti fót fyri norskari meirilutastjórn

Tað var m.a. ósemja um oljupolitikkin, sum setti fót fyri eini meirilutastjórn. AP og S siga ja til oljuleiting, tí rýmdi SV. Nú fær Noreg helst eina minnilutastjórn

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast samráðingar framvegis eru um at skipa eina nýggja norska stjórn eftir valið herfyri, so stendur nú greitt, at nýggj leiting eftir olju og gassi og eisini nýggjar útbyggingar av olju- og gasskeldum,  fara ikki at verða steðgað, tí hesi hava stóra undirtøku bæði  í eini møguligari minnilutastórn millum Arbeiðaraflokkin og Sentrumsflokkin og  millum flestu flokkarnar í Stórtinginum.

Tað er júst vorðið greitt, at flokkurin SV, sum er ímóti nýggjari oljuleiting, ikki verður partur av eini komandi norskari stjórn. Hetta merkir helst, at Norra fer at fáa eina minnilutastjórn eftir valið. Og tað kann merkja, at tey, sum hava borið ótta fyri stórum broytingum í  oljupolitikkinum, nú kunnu síggja fram til eina framhaldandi menning av norskari oljuvinnu. Ein nýggj minnilutastjórn við AP og S kann nevniliga rokna við stuðuli frá einum meiriluta av flokkunum í Stórtinginum fyri tí so týdningarmikla oljupolitikkinum.  

Men allar súður eru ikki syftar hjá einum komandi minnilutastjórn. Tí hon verður tvungin til at fáa sær stuðul frá øðrum flokkum í hvørjum einstøkum máli. Røddir eru longu frammi í Senterflokkinum um, at nýggja minnilutastjórnin heldur skal finna sær stuðul frá flokkum til høgru enn frá flokkum til vinstri. SV, sum hevur boðað frá, at tað fer neyvan at fella eina minnilutastjórn, ávarar kortini eina minnilutastjórn um ikki at gera seg ov tætt knýtta at høgraflokkunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

53 Leygardagur 02. oktober 2021

Val í Týsklandi: SPD størsti flokkurin

CDU/CSU fingu við einari afturgongd á átta prosentstig teirra vánaligasta úrslit nakrantíð – bæði Armin Laschet og Olaf Scholz siga, at teir ætla sær at skipa stjórn og gerast kanslari

Olaf Scholz, formaður í SPD (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var sosialdemokratiski flokkurin SPD við Olaf Scholz á odda, sum gjørdist størsti flokkur í Týsklandi eftir valið sunnudagin.

SPD fær 25,7 prosent av atkvøðunum, meðan tey konservativu CDU/CSU fáa 24,1 prosent.

Meðan SPD hevur eina framgongd á 5,2 prosentstig í mun til seinasta val í 2017, er talan um vánaligasta valúrslitið hjá CDU/CSU nakrantíð. Teir mistu átta prosentstig í mun til seinasta val.

Men hóast SPD stendur til at verða størsti flokkurin, er enn ógreitt, hvør tekur yvir eftir Angela Merkel sum samveldiskanslari í Týsklandi.

Sambært DR søgdu bæði Armin Laschet úr CDU/CSU og Olaf Scholz úr SPD í gjárkvøldið, at teir ætlaðu sær at skipa stjórn og royna at gerast kanslari.

Líkt er til, at tað eru smærri flokkarnir, umhvørvisflokkurin Die Grünen og liberali flokkurin FDP, sum koma at avgera hetta. Teir standa til at fáa ávikavíst 14,8 og 11,5 prosent av atkvøðunum, og sostatt kunnu bæði CDU/CSU og SPD vinna sær ein meiriluta við stuðul frá hesum flokkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

54 Leygardagur 02. oktober 2021

Týskarar vilja helst hava Scholz til kanslara

Nógv fleiri veljarar vilja hava sosialdemokratiska valevnið til nýggjan kanslara, vísa nýggjar kanningar

Sigursharrin á týska valinum, sosialdemokraturin Olaf Scholz (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir týska valið sunnudagin eru tað nú tvey valevni, sum royna at finna meiriluta fyri at yvirtaka kanslara-sessin hjá Angela Merkel. Teir eru sosialdemokraturin Olaf Scholz, sum vann valið tepurt, og kristdemokraturin Armin Laschet, sum kom á øðrum plássi.

Hóast úrslitið var tætt, so er rættiliga greitt hvønn týskarar helst vilja hava til nýggjan kanslara. 63 prosent vilja helst hava Olaf Scholz, vísir ein nýggj kanning, sum kanningarstovan Civey hevur gjørt fyri tíðarritið Der Spiegel.

Bara 24 prosent peika á Armin Laschet. 13 prosent svara “veit ikki”.

Sama mynd vísir seg í øðrum líknandi kanningum, ið eru gjørdar eftir valið, sum gav kristdemokratisku flokkunum CDU og CSU ringasta valúrslitið nakrantíð.

Sjálvt millum veljararnar, sum atkvøddu fyri CDU/CSU eru tað 18 prosent, ið peika á Olaf Scholz til nýggjan kanslara, meðan 62 prossent peika á egna valevnið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

55 Leygardagur 02. oktober 2021

Britney loyst úr haftinum hjá pápanum

Dómstólur hevur gjørt av at pápin ikki longur skal vera verji hjá kendu sangarinnuni

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stríðið hjá amerikansku sangarinnuni, Britney Spears, móti pápa sínum, Jamie Spears, er nú av.

Mikudagin avgjørdi ein dómstólur í Los Angeles, at Jamie Spears ikki longur er verji hjá dóttur síni, skrivar Reuters.

- Núverandi støðan er ikki haldbær. Hetta er eitt eitrandi umhvørvi, sum krevur, at skipanin við  Jamie Spears sum verja, má støðga í stundini, segði dómarin, Brenda Penny, árættarfundinum í gjár.

Í staðin útnevndi dómstólurin ein fyribils verja. Tað verður ein skrásettur grannskoðari, sum fær hesa uppgávuna, skrivar dpa tíðindastovan.

Seinni í november fer dómstólurin at taka støðu til, um skipanin við einum verja skal halda fram ella støðga.

Framman fyri rættarbygninginum hoyrdust fagnaðarróp frá fjepparum hjá Britney Spears, tá rætturin kunngjørdi sína avgerð.

Britney Spears hevur ikki sjálv verið við á rættafundunum, men var umboðað av advokati.

Í 13 ár hevur Jamie Spears havt fulla ábyrgd av ognini hjá dótturini, sum verður mett at vera umleið 60 milliónir dollarar, ella yvir 380 milliónir krónur.

Britney Spears hevur fleiri ferðir roynt at fingið rættin til at avlýsa hesa skipan.

Í summar vitnaði hon fyri rættinum í Los Angeles um skipanina við pápanum sum verja. Hon kallaði skipanina ræðuliga.

- Um rætturin ikki sær hetta sum misnýtslu, so veit eg ikki, hvat misnýtsla er, segði Britney Spears í einum videofundi í rættinum.

Pápin  í september dómstólin um at avtaka skipanina. Hann segði tá, at støðan hjá dóttrini er broytt, og at hon ikki longur hevur tørv á verja.

Frá 2008 til 2019 tók Jamie Spears allar avgerðir viðvíkjandi lívinum hjá dóttrini. Hetta varð gjørt í samráð við einum sakførara. Síðan hevur pápin bert stýrt teimum fíggjarligu og handilsviðurskiftunum. Hetta er gjørt umvegis eitt umsitingarfelag hjá honum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

56 Leygardagur 02. oktober 2021

R. Kelly dømdur sekur í kynsligum ágangi

Ikki fyrr enn næsta ár verður avgjørd hvussu langa fongsulsrevsing kendi sangarin fær

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sangarin, sum sang “I Believe I Can Fly”, amerikanski R. Kelly var í vikuni dømdur sekur í einum umfatandi rættarmáli, sum snýr seg um menniskjahandil og kynsligan ágang móti fleri kvinnum, skrivar Reuters tíðindastovan.

Rættarmálið móti fyrrverandi rhytm’n’blues-stjørnuni byrjaði 18. august. Hann var ákærdur fyri fleiri viðurskifti, eitt nú valdstøku, menniskjahandil og kynsliga misnýtslu av kvinnum og yngri gentum.

Mánadagin dømdi ein dómstólur í Brooklyn hann sekan í øllum ákærunum.

Ferð kom á málið móti sangaranum fyrst í 2019, tá dokumentarfilmurin “Surviving R. Kelly” kom út. Her traðkaðu fleiri kvinnur fram, og skuldsettu R. Kelly fyri at hava gjørt seg inn á tær kynsliga.

R. Kerry noktar seg sekan í øllum ákærunum.

Revsingin í rættarmálinum verður ikki staðfest fyrr enn 4. mai næsta ár, og sambært CNN kann sangarin verða dømdur í yvir tíggju ára fongsul. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. september 2021

57 Leygardagur 02. oktober 2021

Einki FM-fýrverk fyrr enn eftir landsliðssteðgin

Víkingur vann sín dyst, og avgerðin um FM fall tí ikki farna vikuskifti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ er sera nær við at tryggja sær FM. Um Víkingur tapti ella leikti javnt ímóti 07 Vestur sunnudagin samstundis sum KÍ vann sín dyst móti ÍF, var føroyameistaraheitið avgjørt.

Klaksvíkingar gjørdu sítt, og eina løtu var tað eisini javnt 1-1 í dystinum millum 07 Vestur og Víking, so spenningurin var í hásæti.

Víkingur kláraði tó at leggja seg á odda tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum og fóru avstað við sigrinum, og útsettu sostatt avgerðina um FM.

Í Gundadali vann B36 3-2 eftir at hava verið aftanfyri 2-0 ímóti EB/Streymi.

Á Svangaskarði var grannauppgerð millum B68 og NSÍ. Einsamalla málið í dystinum skeyt Klæmint Andrasson Olsen tá góður tími var leiktur, og tryggjaði runavíkingum trý umráðandi stig.

Dysturin í Trongisvági millum HB og TB varð útsettur til mánadagin, tí hann kundi ikki, sum ætlað, spælast leygardagin orsaka av ov nógvum regnvatni á vøllinum við Stórá.

Seinnapartin mánadagin varð dysturin spældur, og HB vann trygt 6-1

Í dag verður 12. umfar leikt. Eitt umfar, sum varð avlýst orsakað av koronu. Bara ein dystur varð leiktur tað umfarið, og tað var tann millum KÍ og NSÍ. Eftir hetta umfarið, verður landsliðssteðgur til miðjan oktober.

B36 - EB/Streymur 3-2 (1-2)
16’ Gutti Dahl Olsen 0-1
23’ Gutti Dahl Olsen 0-2
38’ Sjálvmál 1-2
68’ Hannis Agnarsson 2-2
90+5’ Alex Mellemgaard 3-2

ÍF - KÍ 1-5 (1-2)
19’ Árni Frederiksberg 0-1
39’ Emil Weihe Joensen 1-1
42’ Jóannes Bjartalíð 1-2 (br.)
60’ Jóannes Kalsø Danielsen 1-3
75’ Børge Petersen 1-4
82’ Árni Frederiksberg 1-5

07 Vestur - Víkingur 1-2 (0-1)
14’ Martin Klein Joensen 0-1
62’ Martin Tausen 1-1
78’ Gunnar Vatnhamar 1-2

B68 - NSÍ 0-1 (0-0)
63’ Klæmint Andrasson Olsen 0-1

TB - HB 1-6 (1-2)
7’ Michal Przybylski 0-1
10’ Michal Przybylski 0-2
32’ Ken Fagerberg 1-2 (br.)
60’ Mikkel Dahl 1-3
85’ Mikkel Dahl 1-4
90’ Jákup L. Thomsen 1-5
90’+2 Mikkel Dahl 1-6

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 53 stig (23 dystir)
3. HB 46 stig (22 dystir)
4. B36 42 stig (23 dystir)
5. NSÍ 35 stig (23 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (23 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (22 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (22 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2021

58 Leygardagur 02. oktober 2021

Fáar broytingar í landsliðshópinum

22 leikarar eru fyribils úttiknir til heimadystirnar móti Eysturríki og Skotlandi í oktober - ein miðvallarleikari kemur í hópin aftruat

Eli Hentze kunngjørdi hópinum, har einki heilt nýtt navn í mun til seinast, er við (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hjálparvenjarin á A-landsliðnum, Eli Hentze, kunngjørdi mánadagin nøvnini á teimum 22, ið eru úttiknir til dystirnar, sum verða leiktir á Tórsvølli 9. og 12. oktober móti ávíkavíst Eysturríki og Skotlandi.

Håkan Ericson var ikki til staðar av persónligum ávum, og Eli Hentze legði millum annað út við at takka føroysku áskoðarunum, ið vóru við til at geva heilt góðar upplivingar fyrst í september.

Venjarin fegnast um, at áskoðarar aftur kunnu vera á Tórsvølli skjótt, og síðani fór sandingurin at greiða frá, nú tá talan var um tveir dystir ístaðin fyri tríggjar, so eru færri leikarar úttikinir hesaferð.

[object Object]
Eli Hentze gleðist um, at fleiri góðar fótbóltsupplivingar hava verið á Tórsvølli í mánaðinum, og sær fram til tveir spennandi dystir í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu syftu er talan um 22 leikarar, men ein kemur afturat skjótt. Bíðað verður eftir, hvussu skaðastøðan hjá leikarum til verjukenda miðvallaraplássið broytist í vikuni. Her er talan allarhelst um fyrst og fremst KÍ-liðformannin, Jákup Biskopstø Andreasen, ið ikki hevur spælt nakran dyst, síðani landsliðið seinast var savnað. Heðin Hansen úr HB er eisini darvaður av skaða.

Teir, sum annars vóru við til dystirnar seinast, men ikki nú, eru Daniel Johansen, Kaj Leo í Bartalsstovu og John Frederiksen. Kaj Leo var ikki á vøllinum í nøkrum av dystunum fyrst í mánaðinum, John fekk sínar fyrstu A-landsliðsminuttir móti Danmark og Daniel Johansen fekk debut móti Moldova, har vinstri bakkurin spældi allar 90 minuttirnar og spældi væl.

[object Object]
Viljormur Davidsen var ikki við til seinastu dystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Daniel kom inn í hópin, tá Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson noyddust í sóttarhald, beint eftir at teir komu til Føroya. Teir báðir eru aftur úttiknir hesaferð. Hørður Askham, ið kom inn í hópin, eftir at Rógvi Baldvinsson hevði givið avboð, er úttikin. HB-miðverjin er tann einasti leikarin, sum er úttikin hesuferð, og sum ikki varð upprunaliga úttikin til dystirnar til Ísrael, Danmark og Moldova.

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Heri Hjalt Mohr, HB 

Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

59 Leygardagur 02. oktober 2021

John og Daniel verða eisini við í hópinum

Áleyparin avloysir Andreas Lava Olsen, ið hevur givið avboð - Daniel Johansen ger, at talið av úttiknum nú er 23

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin varð A-landsliðhópurin hjá monnum til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. og týsdagin 12. oktober, kunngjørdur.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at ein av teimum 22 úttiknu nú hevur givið avboð. Talan er um áleyparan úr Leirvík, Andreas Lava Olsen. Í hansara stað hevur venjarin, Håkan Ericson, sent boð eftir John Frederiksen, sum fyri fyrstu ferð varð úttikin til dystirnar í oktober. Áleyparin, sum spælir í næstbestu deildini í Eysturríki, kom á vøllin seint í dystinum móti Danmark.

Somuleiðis hevur landsliðsvenjarim sent boð eftir Daniel Johansen úr HB til komandi dystir hjá A-landsliðnum. Vinstri bakkurin spældi sín fyrsta landsdyst móti Moldova, har Føroyar vunnu 2-1.

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Heri Hjalt Mohr, HB 
Daniel Johansen, HB

Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
John Frederiksen Amstetten (AUT)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

60 Leygardagur 02. oktober 2021

1. deild: B36 tók eitt týðandi fet í botnstríðnum

Hugin Samuelsen skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum á EB/Streymi týskvøldið, ið gjørdi, at B36 nú er fýra stig frá strikuni. Tað sær tungt út hjá EB/Streymi

Hugin Samuelsen, her í Betrideildardysti á Tórsvølli í fjør, gjørdist avgerandi fyri teir hvítu (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Útsetti dysturin á Tórsvølli í týskvøldið hevði nógv at siga, og tað sást á liðunum, ið bæði vóru mannað við nøkrum leikarum, sum ikki so ofta eru við 1. deild. 

EB/Streymur hevði millum annað Mikkjal Hellisá, Tóka Johannesen og Símun Sólheim við. Tann síðstnevndi kom inn til 2. hálvleik, og skoraði tvey mál. Eisini var royndi Marni Djurhuus, ið annars bert hevur spælt fimm dystir í ár, á liðnum, og Arnar Dam, Rói Olsen og Ragnar Bjartalíð Danielsen, ið allir hava nógvar dystir í Betrideildini, spældu 90 minuttir.

Hjá heimaliðnum spældu millum annað Martin Agnarsson, Hákun Edmundsson og Bjarni Petersen, og Símun Rógvi Hansen vardi málið.

Hugin Samuelsen hevur seinastu árini javnan spælt við besta liðnum, men hann fór av landinum í lestrarørindum miðskeiðis í august. Miðvallarin var aftur á vøllin fyri barndómsfelagið í vikuskiftinum. Tað var fyri næstbesta liðið í botndysti í Vági, har hann skoraði málið hjá B36 í 1-1 javnleikinum móti FC Suðuroy. Hesaferð gjørdist talan um tvey mál, og tey tryggjaðu sigurin. 

[object Object]Talan gjørdist ikki um trý mál hjá Hugini, sum her á Eiði í Betrideildardysti í 2019, men hansara mál móti EB/Streymi í gjár fáa helst stóran týdning (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hugin skoraði í 6. minutti og so aftur tíðliga í 2. hálvleiki. Símun Sólheim javnaði tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, men einki mál kom afturat í dystinum, og so kundu teir á heimaliðnum fegnast.

Við sigrinum sær heilt gott út í mun til yvirliving hjá liðnum hjá Símuni Joensen. B36 hevur fýra stig niður til EB/Streym á níggjunda plássið, nú bæði liðini hava tríggjar dystir eftir. FC Suðuroy er nummar tíggju og seks stig aftanfyri B36. Tó hevur FC Suðuroy leikt ein dyst færri, og tann útsetti dysturin - á heimavølli móti B71 - verður sunnudagin 10. oktober.

B36 hevur tríggjar dystir eftir, og allir eru á heimavølli: Móti AB, NSÍ og HB. EB/Streymur skal eisini spæla móti HB í høvuðsstaðnum, síðani á heimavølli móti KÍ og í 27. umfari 29. oktober á útivølli móti Víkingi. Triðseinasta umfar í 1. deild verður leikt eftir landsliðssteðgin - 16. og 17. oktober. 

Støðan eftir 23 umfør: 
1. Skála 46 stig
2. AB 39 stig
3. Víkingur 37 stig
4. B71 37 stig *
5. NSÍ 37 stig
6. HB 32 stig
7. KÍ 30 stig
8. B36 29 stig
9. EB/Streymur 25 stig
10. FC Suðuroy 23 stig *

*Ein dyst færri

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. september 2021

61 Leygardagur 02. oktober 2021

Andrias, Lukas og Jonn eru við aftur

U21-landsliðið tekur 7. oktober móti Norðurmakedonia í Klaksvík - fimm dagar seinni spæla Føroyar í Ukraina

Sámal Erik Hentze kunngjørdi hópin og tosaði um komandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri  trimum vikum síðani gjørdi føroyska U21-landslið tað, sum mett varð at vera ógjørligt: At fáa stig móti Fraklandi.

Tá varð spælt í regninum í Gundadali. Næstu ferð verður leikt við Djúpumýru í Klaksvík, har Norðurmakedonia kemur á vitjan. Tað verður fyrstu ferð, at U21-landsliðið spælir í Klaksvík, og hetta er nakað, ið Sámal Erik Hentze gleðir seg til. Landsliðsvenjarin væntar, at hetta kann gerast eitt grundarstað fyri U21-landsliðið, og vónar at stuðulin verður góður.

Føroyska U21-landslandsliðið skal í oktober eisini spæla móti Ukraina á fyrsta sinni. Tað verður á útivølli, og venjarin sigur, at talan verður um tvey sterk lið - á hvør sín hátt.

Til uppgávurnar eru 21 leikarar úttiknir. Merkisvert er, at Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannessen, ið ikki vóru við seinast vegna skaðatrupulleikar, hesaferð eru við. Samuel Johansen Chukwudi og Magnus Holm Jacobsen eru framvegis skaddir, og Bárður á Reynatrøð er ikki tøkur vegna skaða, ið málverjin fekk fyrst í mánaðinum.

Málverjar:
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Petersen, 07 Vestur

Verjuleikarar:
Børge Petersen, KÍ
Aleksandur Ólavsson Jensen, B68
Áki Johannesen, B68
Andrias Edmundsson, Águilas (Spania)
Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

Miðvallarar:
Noah Hans Mneney, Víkingur
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Símun Sólheim, EB/Streymur
Stefan Radosavljevic, HB
Lukas Giessing, HB
Áki D. Samuelsen, HB
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Ragnar Skála (AB)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Áleyparar:
Steffan Abrahamsson Løkin, B68
Jonn Johannessen, KÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. september 2021

62 Leygardagur 02. oktober 2021

U15: Hópurin til menningarkapping í Esbjerg úttikin

18 dreingir skulu umboða Føroyar í døgunum 14. til 19. oktober. Nógv feløg eru umboðað - B36 og Skála væl umboðaði við trimum leikarum hvør, og fleiri feløg hava eisini tveir leikarar við

Áki Johansen, landsliðsvenjari, hevur úttikið átjan leikarar til túrin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nakrir spennandi og væntandi mennandi dagar standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 14. til 19. oktober skal taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.

Hendan kappingin verður skipað sum ein menningarkapping, og eru tað fyri tað mesta lið úr Danmark, Svøríki og Týsklandi, ið luttaka, skrivar fsf.fo.

Síðan hálvan august hevur føroyska U15-landsliðið vant miðvíst til kappingina í Esbjerg, og nú er greitt, hvørjir teir 18 spælararnir eru, ið Áki Johansen, venjari, hevur úttikið. Hetta verður fyrsti landsliðstúrur hjá hesum dreingjunum - 13 feløg eru sum útgangspunkt umboðaði.

Hópurin
Torkil Árni G. Poulsen, B36
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi J. Christiansen, B36
Dánjal Mørkøre, HB
Jákup Egholm, HB
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Jákup Henriksen, 07 Vestur
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Torkil S. Debes Dahl, EB/Streymur
Mattias Dahl Djurhuus, TB/FCS/Royn
Torkil Skála, AB/B71
Elias á Lofti Gren, AB/B71
Aron Benjaminsen, Skála
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Y. Signarsson, Skála
Sjúrður Saltá, B68

Skráin fyri EfB Spar Nord Elite Cup 2021 er ikki endaliga klár enn, men føroyska liðið kemur væntandi at spæla í alt fimm dystir, ið verða á venjingarvøllunum, ið liggja kring leikvøllin hjá Esbjerg fB.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2021

63 Leygardagur 02. oktober 2021

HB vann Cadburysteypið

Við 3-1 sigri á KÍ eftir longda leiktíð, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Longd leiktíð mátti til, áðrenn liðskiparin hjá HB, Teitur Justinussen kundi taka ímóti Cadburysteypinum, sum er steypakappingin fyri dreingir U15.

Talan var annars um ein javnan dyst, og tá dómarin, Jón Tór Baldvinsson floytaði fyri seinastu ferð eftir vanliga leiktíð, stóð á jøvnum 1-1. Tískil máttu liðini undir at spæla tvær ferðir 10 minuttir, og tá eydnaðist HB at fáa tvey mál afturat.

Baldur Niclasen legði teir reyð-svørtu á odda longu í 5. minutti, meðan Ovi Johansen javnaði fyri KÍ eftir steðgin. Í longdu leiktíðini gjørdi Thomas Miezan, sum eisini varð valdur til dagsins spælara, bart, og skoraði tvey mál, og tryggjaði harvið HB Cadburysteypið 2021.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. september 2021

64 Leygardagur 02. oktober 2021

Neistin vann á útivølli móti føroyameistarunum

Talan var um ein ógvuliga tættan dyst, har serliga Nada Pejovic gjørdist munurin. Neistin hevur framvegis fult stigatal í SMS-deildini

StÍF vann á Neistanum í fjórðu FM-finaluni 21. apríl, men mikukvøldið vunnu neistakvinnur á Skála í einum meira spennandi dysti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í apríl basti StÍF teimum blákløddu úr Havn í FM-finalunum, og gjørdist harvið føroyameistari á fyrsta sinni. Mikukvøldið hittust liðini aftur - í 3. umfari í SMS-deildini - og hesaferð var tað Neistin, ið dró longra stráðið.

Í fyrra hálvleiki skiftust liðini í stóran mun um at skora, og tað stóð á jøvunum 11-11 í steðginum. Neistin tók leiðsluna tíðliga í seinna hálvleiki og hevði hana tað mesta av dystinum, hóast StÍF allatíðina helt tætt samband. 

Tað var Naja Pejovic, ið gekk á odda við seks málum í seinna hálvleik. Bakspælarin skoraði tvey tey seinastu málini hjá Neistanum. 23 mál vóru nóg mikið, tí eftir at Gurið Ellingsgaard skoraði til 22-23 í 25. minutti kom einki mál afturat. Vælleikandi Jovana Strajanac og verjan stongdu fyri StÍF, og so fóru bæði stigini við til Havnar.

Neistin hevur nógvar spennandi leikarar, harav fleiri gjørdu vart við seg til U17 European Championship í august, har Føroyar endaðu við bronsuheiðursmerki. Millum annað strikuspælarin Sára Sigrunardóttir Mikkelsen og spælskiparin Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið fekk sítt gjøgnumbrot. Tær báðar skoraðu sjey mál samanlagt í miðvikudystinum. Aðrir ungir leikarar komu eisini á máltalvuna.

Neistin hevur fult stigatal eftir tver leiktar dystir, og í dag spæla tey liðini, sum í løtuni eru í topp-fýra. StÍF hevur eisini tapt fyri Kyndli, og føroyameistararnir hava tvey stig fyri tríggjar dystir

SMS-deildin 3. umfar
Mikudagin 29. september - Høllin á Skála

StÍF - Neistin 22-23 (11-11)

Toppskjúttar hjá liðunum:
StÍF: Haruka Gima 6, Guðrið Ellingsgaard 5, Rebekka Justinussen 4,
Neistin: Nada Pejovic 8, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3, 

Støðan: 
Kyndil 5 stig (3 dystir)
Stjørnan 4 stig (2 dystir)
Neistin 4 stig (2 dystir)
H71 3 stig (2 dystir)
StÍF 2 stig (3 dystir)
VB 0 stig (3 dystir)
EB 0 stig (3 dystir)

Komandi dystir - leygardagin 02.10: 
15.00: Neistin - H71
19.00: Kyndil - Stjørnan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

65 Leygardagur 02. oktober 2021

Konfirmantar í Fríðrikskirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 3. oktober 2021 klokkan 11 í Fríðrikskirkjuni

Hanna Sigtórsdóttir Petersen, Lýðarsvegur 29, 650 Toftir. Dagurin verður hildin í B68húsinum á Svangaskarði. Frá kl. 16.

Astrid Gaardlykke, á Brekkukletti 15, 650 Toftir. Dagurin verður hildin, saman við Sólfríð H. J. Gøthe, í hølunum hjá Arb. Hæddin, Heiðavegur 19, Saltangará. Frá kl. 17.

Sólfríð Hanna Jacobsdóttir Gøthe, Gerðavegur 19 kj., 513 Syðrugøta. Dagurin verður hildin, saman við Astrid Gaardlykke, í hølunum hjá Arb. Hæddin, Heiðavegur 19, Saltangará. Frá kl. 17.

Pætur Reinert Hansen, Saltnesvegur 19, 656 Saltnes. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni. Frá kl. 17.

Jóhanna Sámalsdóttir, Hjallavegur 18, 650 Toftir. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Tofta Talvfelag og Kvinnufelagnum, Toftavegur 20, Toftir. Frá kl. 17.

Poula Nesá, Gaddavegur 33, 655 Nes. Dagurin verður hildin, saman við Hjalta Djurhuus, í kjallaranum í missiónshúsinum Tabor. Frá kl. 17.

Hjalti Djurhuus, Gaddavegur 41, 655 Nes. Dagurin verður hildin, saman við Poulu Nesá, í kjallaranum í missiónshúsinum Tabor. Frá kl. 17.

Saranja Briansdóttir, Nesvegur 66, 655 Nes. Dagurin verður hildin í kjallaranum á Vesturskin, á Kneysum 14, Toftir. Frá kl. 15.

Jónas Thomsen, Gaddavegur 39, 655 Nes. Dagur verður hildin í Skótahúsinum við Løkin. Frá kl. 16.

Eva Hansen, Regnavegur 48, 650 Toftir. Frá kl. 17.

Sóleyð Joensen, Saltnes. Dagurin verður hildin í Gott, Heiðavegur 83, Saltangará. Frá kl. 16.

Kristian Erland Jacobsen, úti í Bø 21, 513 Syðrugøta. Frá kl. 14.

Ronja Gerlach Bergkvist, Hjallavegur 32, 650 Toftir. Frá kl. 16.

Annika Hansen, Geilin 17, 700 Klaksvík. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Leirvík. Frá kl. 16.

Jákup Matras Hansen, Undir Nesinum 24, 650 Toftir. Frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

66 Leygardagur 02. oktober 2021

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

--

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 3. oktober 2021 kl. 11

Prestur: Bergtórur Hjelm Bjarkhamar

Anita Dahl, Olgarsgøta 6, 188 Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin heim til okkara kl. 18.

Fjóla Skaalum Vilhelm, Niðaragøta 5, 188 Hoyvík. Opið hús, hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Katrin Torleifsdóttir Danielsen, Dýrindalsgøta 55, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncksgøta 17 (Gamla politistøðin). Opið hús, hjartaliga vælkomin frá kl. 16.

Lý Gray Djurhuus, Hákunargøta 8, 188 Hoyvík. Opið hús verður í HB húsinum frá kl. 16.

Monica Jablonowski, Ovara Tvørgøta 1, 100 Tórshavn. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Rakul Christiansen, Smærugøta 8, 100 Tórshavn. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 16.

Rannvá Verlandsdóttir Hayfield, Guttormsgøta 11, 188 Hoyvík. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Ró Gray Djurhuus, Hákunargøta 8, 188 Hoyvík. Opið hús verður í HB húsinum frá kl. 16.

Agnar Zachariasen, Ólivantsgøta 2, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Bátafelagnum. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 15.

Bartal Klettheyggj, Jørundargøta 31, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 17.

Hanus Gunnarsson, Jørundargøta 62, 188 Hoyvík. Dagurin verður hildin í starvsfólkahølinum í Skúlanum á Fløtum (við inngongd D). Øll eru hjartaliga vælkomin frá kl. 16.

Helgi Pætursson Johansen, Óluvugøta 14, 100 Tórshavn. Opið hús frá kl. 16.

Jón Helgi Klein Lamhauge, Oman Hoydalar 10, 188 Hoyvík. Dagurin verđur hildin heima. Opiđ hús frá kl. 16.

Rókur Bogason á Borg, Torkilsgøta 14, 188 Hoyvík. Opið hús frá kl. 16.

Sámuel Lamhauge Jacobsen, Sivjugøta 15, 188 Hoyvík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. september 2021

67 Leygardagur 02. oktober 2021

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

--

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión í Vesturkirkjuni 3. oktober kl. 11. Prestur: Bergur Debes Joensen

Glóa Reginsdóttir á Lofti, Viðargøta 17, Argir. Dagurin hildin í Skúlaheimið við Glasir frá kl. 17.

Jóhanna Ellingsgaard, Vesturgøta 14, Tórshavn. Dagurin hildin á Føroya Arbeiđarafelag, Tjarnardeild 9, Tórshavn.

Erling Erlendsson, Havragerði 1B, Tórshavn. Dagurin hildin í Fútastovu frá kl. 17.

Sebastian Gullfoss, undir Borgarhálsi 40, Velbastaður, frá kl. 17.

Sigmar Jan Eli Hansen, Reynstún 8, Argir. Dagurin hildin í AB-húsinum á Argjum frá kl. 17.

Fríðunn Sveinbjørnsdóttir Heinesen, Suðurstíggjur 13, Argir. Dagurin hildin í “Karet”, Dr. Jakobsensgøta 14, Hotel 62n, frá kl. 16.

Elisa Poulsdóttir í Lon, Í Svanga 15, Tórshavn. Dagurin hildin hjá Koyr.fo, R.C. Effersøesgøta 17, Tórshavn.

Kristianna Áarberg Joensen, Krosslíð 9, Tórshavn frá kl. 18.

Rói Weihe Joensen, Íslandsvegur 27, Tórshavn. Dagurin hildin í FSF-húsinum í Gundadali (inngongd næst nr. 12) frá kl. 17.

Kári Durhuus Johannesen, Grønlandsvegur 60, Tórshavn. Dagurin hildin í Oasuni, Kirkjustræti 4, frá kl. 16.

Hanna Maria Dahl Johnsdóttir, á Fløtti 10, Tórshavn, frá kl. 15.

Hanna Garðarsdóttir Justinussen, Fjalsgøta 31, Tórshavn, frá kl. 17.

Silja Pállsdóttir Kjærbæk, Tinghúsvegur 27, Tórshavn. Dagurin hildin í Frelsunarherinum, Niels Winthersgøra 1, frá kl. 15.

Magnus Pólsson Kragesteen, Mortansstovubrekka 6, Tórshavn frá kl. 16.

Lilja Lamhauge, Bjarnoyarvegur 5, Tórshavn, frá kl. 15.

Astrid Lív Lützen, J.C. Svabosgøta 52, Tórshavn. Dagurin hildin í Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, frá kl. 17.

Sandra Kjelnæs Patursson, á Heygnum Mikla 13, Tórshavn. Dagurin hildin í Havnar Arbeiðarafelag, Tinghúsvegur 7 (inngongd frá Bøkjarabrekku), frá kl. 17.

Torkil Árni Guðvarsson Poulsen, Tinghúsvegur 38, Tórshavn. Dagurin hildin í Odd Fellow IOOF, Grønlandsvegur 56, frá kl. 18.

Ró Reginsdóttir, Skákið 6, Tórshavn. Dagurin hildin á Hotel Hilton frá kl. 16.

Markus Debes Simonsen, J. Paturssonargøta 25, Tórshavn frá kl. 14.

Maria Ivalu Sunadóttir, Reynstún 18, Argir. Dagurin verður hildin í Grønlendarahúsinum frá kl. 16.

Filip Eysturtún Svensson, Granagøta 24, Tórshavn. Dagurin hildin í Argja Róðrarfelag frá kl. 14.

Hugin Vágfjall, Borgartún 4, Argir. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.

Mats Ellindur Winther, Leivsgøta 11, Tórshavn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2021