Leygardagur 16. oktober 2021 | Nr. 42 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 6
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 28
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Portalurin er mest brúkti føroyski miðilin í Føroyum.
Tað er úrslitið í einari stórari kanning sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt. Í kanningini eru millum 700 og 800 fólk spurd um álit á ymsar stovnar og myndugleikar umframt, at tey eisini eru spurd um miðlanýtslu.
Í mun til síðst nevnda, vóru fólk spurd hvussu ofta tey brúkar ávísar miðlar, og sambært kanningini eru tað 60 prosent av øllum føroyingum, sum brúka Portalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin. 57 prosent brúka sjónvarpið, útvarpið ella heimasíðuna hjá Kringvarpinum dagliga ella fleiri ferðir um dagin.
31 prosent siga seg brúka Sosialin/In.fo og 26 prosent Vágaportalin dagliga ella fleiri ferðir um dagin, meðan hetta talið er 6 prosent hjá Dimmalætting/Dimma.fo.
11 prosent siga seg brúka Norðlýsið dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.
Um hugt verður eftir hvussu nógv brúka miðlarnar dagliga ella fleiri ferðir um vikuna, er talið 77 prosent hjá Portalinum meðan tað er 75 prosent hjá almenna Kringvarpinum.
Spurt var eisini um hvussu stórt álit fólk hava á upplýsingum, sum koma frá ávísum miðlum. Her eigur Kringvarpið fyrsta plássi, og 77 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á upplýsingunum. Portalurin er á øðrum plássi við 65 prosentum.
Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað inn dátur fyri Søgu- og samfelagsdeildina, og Heini í Skorini er verkætlanarleiðari.
BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Hóast nógvar íbúðir og raðhús eru bygd seinnu árini, so skulu munandi fleiri bústaðir til fyri at kunna siga, at vit hava ein nóg fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Føroyum. Sjálvt í Havn, har bæði talið og prosentbýtið av raðhúsum og íbúðum er nógv tað størsta, fylla hesi bert 11 prosent av samlaða bústaðarmarknaðinum. Sostatt telja sethúsini framvegis heili 89 prosent av marknaðinum. Í flestu býum í eini vissari stødd aðrastaðni er myndin heilt øðrvísi, tí har eru munandi fleiri íbúðir og raðhús enn sethús. Um støðan skal broytast við at fáa meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað í Føroyum, má munandi meira ferð setast á at byggja íbúðir og raðhús, heldur Betri Banki. Tað vil siga at fáa fleiri búeindir bygdar á hvørt grundøki, ístaðin fyri at gera útstykkingar, har alt er ætlað sethúsum
Húsaprísurin ella bústaðarprísurin hevur seinnu árini – serliga í høvuðsstaðarøkinum – bert havt eina kós, og tað er beint uppeftir. Høvuðsorsøkin til hetta er manglandi útboð í mun til eftirspurningin. Fólkavøksturin hevur verið stórur, tí nógvar føroyskar familjur flyta heim, eftir at hava verið í útbúgvingarørindum uttanlands, og allar skulu tær sjálvandi hava okkurt at búgva í.
---
Tema um bústaðartrot
Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.
---
Tíðirnar hava verið góðar og eru framvegis av teimum bestu, og arbeiðsloysið er lágt, so keypiorkan í samfelagnum er stór. Hetta leggur enn størri trýst á bústaðarmarknaðin. At nógvir herbúgvandi føroyingar eisini liggja framvið at keypa sær bæði eitt, tvey og trý hús afturat, í staðin fyri at hava pening standandi á bók fyri negativar rentur, ger støðuna á bústaðarmarknaðinum uppaftur truplari.
Byggingin av nýggjum húsum og íbúðum er framvegis ógvuliga avmarkað. Hóast fleiri íbúðarbygningar eru bygdir seinnu árini, so nøktar hetta á ongan hátt eftirspurningin av bústøðum sæð í mun til vaksandi fólkatalið, sum stendst av øktari tilflyting og skerdari fráflyting. Eisini er talið av búfólki í hvørji búeind minkað nógv, og hetta setir enn størri krøv til útvegan av fleiri bústøðum.
Bústaðarbyrðan alt avgerandi
Oftani fáa peningastovnarnir skotið í skógvarnar, at teir eru ov afturhaldandi við at veita fígging til bygging í útjaðaranum. Hesum er Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, ikki samdur í. Hann vísir á, at hús í útjaðaranum eru dýrari at byggja, enn søluvirðið er á teimum, tá tey standa liðug.
- Siga vit, at tey kosta fýra milliónir krónur at byggja, og søluvirðið kanska liggur um tvær millónir krónur, so kann bankin bert lána 90 prosent av søluvirðinum, sum er 1,8 millión krónur. Tað skal tí ein ógvuliga stór eginfígging til í slíkum førum, tí negativa virðið orsakað av byggikostnaðinum gerst so stórt, sigur stjórin í Betri Banka.
Hann vísir á, at tað eru nøkur atlit, sum bankarnir mugu taka, tá fígging skal veitast. Tað eru eginfíggingin, sum skal vera í minsta lagi 10 prosent av kostnaðinum, skuldarfaktorurin, sum ikki má vera oman fyri 3,5 ferðir ársinntøkuna hjá húskinum, og tiltøkupeningurin, sum fyri eina familju við tveimum børnum má vera 13.500 krónur. Tiltøkupeningurin er tann upphæddin, sum er eftir, tá allar fastar útreiðslur eru goldnar. Tað vil siga eitt nú lániavdráttir, el, hiti, tryggingar, dagstovnapláss og aðrar fastar útreiðslur.
- Tað hevði verið ábyrgdarleyst mótvegis tí einstøku familjuni, um peningastovnarnir veittu størri fígging, enn viðkomandi húski megnar at rinda aftur. Hetta eru viðurskiftir, har vit mugu vera realistisk og greiða kundanum frá, at tað onga meining gevur at vera ov lagaligur við fígging í mun til inntøkugrundarlagið hjá húskinum. Tvørturímóti er stórur vandi fyri, at hetta leiðir familjuna í fíggjarligt óføri, sigur Olav Guttesen.
Nógv mugu leiga áðrenn tey kunnu keypa
At fíggja bústaðir fyri fleiri milliónir krónur krevur antin tvær sera góðar inntøkur, uppsparing av týdningi, at tú eigur eina ogn at selja, sum hevur eitt hampuliga stórt frívirði, ella at eitt nú foreldrini hjálpa til við eginfíggingini. Men hvat er so at gera í staðin.
- Hetta kann merkja, at ein familja má leiga í eini trý-fimm ár og spara mest møguligt upp hesa tíðina, so til ber at fáa sær tak yvir høvdið, tá uppsparingin er vorðin nóg stór, sigur stjórin í Betri Banka.
Spurdur um, hvat eigur at verða gjørt fyri at bøta um bústaðartørvin, sigur Olav Guttesen, at tað er eingin løtt loysn á tí avbjóðingini.
- Kommunurnar mugu útvega fleiri grundøkir og eiga fyrst og fremst at raðfesta aðra bygging enn sethús. Tað vil siga leiguíbúðir, eigaraíbúðir, lutaíbúðir og raðhús. Tað er bæði dýrari og tekur longri tíð at byggja sethús, tí torført er at fáa handverkarar. Teir hava síðstu árini í stóran mun verið upptiknir av størri verkætlanum, hóast tað finnast handverksmeistarar, sum í stóran mun átaka sær sethúsabygging. Orsøkin til, at vit mæla til at raðfesta leiguíbúðir, lutaíbíður, eigaraíbúðir og raðhús, er, at hetta eru minni búeindir, sum bæði eru lættari at fíggja, bíligari at byggja og at búgva í. Okkum tørvar ymiskleika á bústaðarmarknaðinum. Sethús, sum í útgangsstøðinum bert hava eina búeind, eru best egnaði til miðalstórar og størri familjur, meðan smærri húskir als ikki hava sama tørv, sigur stjórin í Betri Banka.
Arbeiðast má fyri nýggjum bústaðamynstri
Olav Guttesen vísir á, at kommunurnar eiga at gera meira við býarplanlegging, ið tekur atlit at íbúðarbygging og raðhúsum. Á tann hátt hevði verið munandi skjótari at fingið nøktað bráðfengistørvin á bústøðum.
- Sjálvandi skulu fólk, sum ynskja tað, hava møguleika fyri at byggja sær eini sethús, men tað má bara ikki vera tað einasta, sum kommunurnar bjóða. Uttan fyri Havnina eru tað næstan bara sethús, og tí mugu kommunurnar kring landið í størri mun skapa møguleikar fyri íbúðarbygging. Tað er ikki bert í Havnini, at tørvur er á einum fjøltáttaðumm bústaðarmarknaði. Í sjálvt smærri bygdum er eisini tørvur á íbúðum og raðhúsum, sum í miðal eru minni og bíligari enn sethús.
Stjórin í Betri Banka vísir á, at fer at taka nógv ár at nøkta bústaðartørvin í Føroyum.
- Tað snýr seg um veruliga at fáa sett ferð á við at økja um útboðið og halda fram við tí í minsta lagi komandi 10 árini, áðrenn vit kunnu siga, at vit eru á rættari leið. Vit hava somuleiðis brúk fyri, at arbeitt verður á øllum mótum fyri at lyfta hesa stóru uppgávuna. Eg haldi, at tað sum Bústaðir hevur gjørt, er sera gott. Tað er tí brúk fyri bæði almennum og privatum verkætlanum. Ja, øllum ið kann bøta um støðuna, sum hon er í dag, sigur Olav Guttesen.
Talið av sethúsum í høvuðsstaðnum er nógv tann størsti parturin av bústaðarmarknaðinum. Heili 89 prosent, meðan íbúðir standa fyri 7 prosentum og raðhús 3 prosentum. (Keldur: SEV/Betri Banki)
Sum sæst á hesi stabbamyndini, hevur talið av íbúgvum í hvørjari búeind í Føroyum sum heild verið lækkandi seinnu árini. Hetta økir sjálvandi um trýstið á at fáa útvegað fleiri bústaðir. Tað veri seg sethús, raðhús ella íbúðir. (Keldur: SEV/Hagstova Føroya/Betri Banki)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Fortreytin fyri at veita fígging av húsum, íbúðum ella húsabygging er, at kundin hevur nóg stóra eginfígging, at skuldarlutfallið ikki er ov høgt, og at kundin hevur nóg mikið av peningi eftir at liva fyri, áðrenn bankin játtar seg at fíggja bústaðin. Lyklaorðini eru sostatt eginfígging, skuldarlutfall og tiltøkupeningur, sum er tann mánaðarliga upphæddin, ið loypir av, tá allar fastar útreiðslur sum lánigjald, el, hiti, bilur, barnagarðslpláss og ymisk onnur brúkaragjøld eru goldin. Í løtuni krevur BankNordik, at hendan upphæddin er minst 10.000 krónur um mánaðin, tá talan er um eitt par uttan børn. Hetta er peningur, ið húsarhaldið hevur eftir til at dekka dagligar útreiðslur til mat, klæðir, ferðing og aðrar leypandi útreiðslur, ið eru ein natúrligur partur av tí, tað kostar at vera eitt húski
Tá ein kundi leggur leiðina inn í peningastovnin at kunna seg um møguleikarnar fyri at fáa fígging til eitt bústaðarkeyp ella hevur ætlanir um at byggja, so er útgangsstøðið altíð, hvør fíggjarliga støðan er hjá einstaka kundanum. Skuldin má ikki gerast ov stór í mun til samlaðu inntøkuna, og hvat hesin megnar at rinda aftur um mánaðin. Hetta má sjálvandi standa mát við samlaðu inntøkuna hjá húskinum og tær útreiðslur, sum lønin harútyvir megnar at dekka. Harafturat er eisini neyðugt við einari ávísari eginfígging til bústaðarkeypið.
---
Tema um bústaðartrot
Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.
---
- Tað er týdningarmikið, at húskið hevur tað neyðuga gjaldføri, og at byrðan í gerandisdegum við at fáa tað heila at mala runt, ikki gerst ov stór. Sum fíggjarstovnur hyggja vit eftir, hvussu nógvan tiltøkupening, ið kundin hevur at ráða yvir, tá allar fastar útreiðslur eru rindaðar, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
Hon vísir á, at fyri støk fólk krevur Bank Nordik, at tiltøkupeningurin er í minsta lagi 7.000 krónur um mánaðin, og fyri pør 10.000 krónur. Um tað eru børn í húsarhaldinum, er hetta samsvarandi hægri, so tað dekkar eitt nú stovnspláss og møgulig brúkaragjøld í sambandi við frítíðarvirksemi.
- Sum peningastovnur er okkara týdningarmiklasta uppgáva at geva kundanum røttu ráðgevingina. Tað er umráðandi, at skuldarbyrðan hjá kundanum ikki verður ov stór, og at kundin hevur fingið góða ráðgeving um ymisku lániproduktini, so hann situr best møguliga í tí, tá hann hevur ognað sær bústaðin. Hetta fyri at kunna forsvara hesa stóru íløguna ígjøgnum mong ár frameftir. Tað avgerandi er, at húskið hevur so mikið eftir, at tað megnar at halda sínar fíggjarligu skyldur bæði mótvegis okkum sum peningastovni og í sambandi við aðrar fastar útreiðslur. Síðst, men ikki minst, at húskið hevur ráð til at liva, sigur rakstrarstjórin í BankNordik.
Ung avmarkaðar møguleikar at spara upp
Hetta er oftani støðan fyri eina miðal unga familju, sum ikki hevur havt teir stóru møguleikarnar fyri at spara upp, tí tey í flestu førum hava verið undir útbúgving og í stóran mun bert livað av lestrarstuðuli.
- Vit royna sjálvandi at gera okkara besta fyri at finna loysnir, men tað hevði verið ábyrgdarleyst av einumhvørjum banka at veitt bústaðarfígging, har grundarlagið fyri at kunna røkja sínar fíggjarligu skyldur ikki er til staðar. Øll mugu hava so mikið eftir av lønini, tá tær førstu útreiðslurnar eru rindaðar, at gerandisdagurin hjá teimum kann hanga saman, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Peningastovnarnir í Føroyum krevja vanliga umleið 7-10 prosent í eginfígging, og hetta merkir sjálvandi 70-100.000 krónur fyri hvørja millión, sum lánt verður. Bústaðarprísirnir í Havn eru sum kunnugt hækkaðir nógv seinnu árini, og eitt lán á 3,5 milliónir krónur fyri at keypa ella byggja sær síni dreymahús á ongan hátt er óvanligt at síggja í dag. Hetta krevur minst eina millión krónur í inntøku hjá húsarhaldinum, og sostatt hava nógvar familjur við tveimum lægri og enntá miðalstórum inntøkum lítlan og ongan møguleika at vera við. Hetta, um ikki eginfíggingin er hægri enn vanligt, ella til dømis foreldrini hjálpa til við fíggingini.
- Síðani 2016 hava lønirnir ikki kunnanð fylgt við hækkaðu bústaðarprísunum. Serliga í Havn. Tí kann tað vera ógvuliga avbjóðandi hjá ungum familjum við lítlari ella ongari uppsparing at útvega sær ein bústað. Vit síggja nú, at hesar familjur í størri og størri mun leita sær út á bygd, har prísirnir eru væl lægri, hóast teir summastaðni – á Skálafjørðinum og har nærhendis, eins og í Klaksvík – eisini eru nógv hækkaðir. Ikki minst síðani Eysturoyartunnilin kom. Hægri bústaðarprísir seta sjálvandi økt krøv til fíggjarligu styrkina hjá hvørjum einstøkum húski, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Sera skeivt lutfall millum útboð og eftirspurning
Sum onnur eisini vístu á í seinastu Vikuskiftis-útgávu, so vísir rakstrarstjórin í BankNordik á stóru tilflytingina sum eina høvuðsorsøk til hækkaðu bústaðarprísirnar, og har talið av nýggjum búeindum als ikki hevur fylgt við. Somuleiðis hevur negativa innlánsrentan lagt størri trýst á bústaðarmarknaðin, tí alt fleiri fólk við stórum ella hampuliga stórum innistandandi peningi velja at gera íløgur í fastogn. Somuleiðis hevur ferðavinnan og airbnb-marknaðurin eisini økt um eftirspurningin eftir húsum og íbúðum.
- Eftirspurningurin er so øgiliga nógv hægri enn útboðið, og tá fer prísurin sjálvandi beint uppeftir. Tá bústaðarprísirnir hækka, so veksur skuldarbyrðan gjarna hjá kundunum, tí neyðugt er við einum størri láni. Men lækkandi bústaðarrentan hevur tó samstundis gjørt, at tað er bílígari at lána pening, og tí kunnu fleiri vera við, hóast samlaða lánibyrðan hevur verið hækkandi. Hinvegin er lága rentan ein týðandi og viðvirkandi orsøk til trýstið á bústaðarprísirnar, ti ein lægri renta ger, at tað eru fleiri potentiellir keyparar, sum kunnu átaka sær eina størri lánibyrðu, sigur Turið Finnbogadóttir Arge.
Eins og nógv onnur, so eftirlýsir rakstrarstjórin í BankNordik, at kommunurnar gera fleiri útstykkingar, og at fleiri íbúðir verða bygdar. Bæði leigu- og eigaraíbúðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
BÚSTAÐIR: Sambært Bústaðir var realistiskt hjá stovninum at byggja 100 bústaðir um árið, men seinnu árini er talið árliga lent niðri á 50-70 íbúðum. Orsøkin til, at hetta talið 100 ikki hevur hildið, er vantandi heimild til fígging, sum hevur tarnað ætlaða avrikinum hjá stovninum
Við teimum nýggju heimildunum er møguligt at byggja umleið 100 nýggjar bústaðir um árið. Hetta er tó lítið í mun til bíðilistan. Talið av virknum umsøkjarum hjá Bústøðum liggur á umleið 2.100.
Umleið 1.600 umsøkjarar limaðu seg inn í 2013, tá byggiverksemið hjá stovninum varð sett í verk, men framvegis eru nógv teirra, sum enn ikki hava fingið tilboð um nakra íbúð. Sostatt nøktar Bústaðir á ongan hátt at nøkta eftirspurningin, staðfestir Andras Róin, stjóri.
Spurdur um bíðilistin er veruligur og álítandi, staðfestir stjórin í Bústaðir, at tað er hann. Tá íbúðir verða bjóðaðar út, eru tað millum triði og tíggindi hvør, sum tekur av.
Andras Róin vísir á, at fólk rinda 150 krónur um árið fyri at standa á bíðilistanum. Harafturat eru umleið 500 hvílandi limir, sum ikki ynskja sær bústað enn.
Talið av bústøðum, sum Bústaðir hevur bygt síðani 2013:
Talið av bústaðum hjá Bústaðir í gerð:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
BÚSTAÐARMARKNAÐUR: Hvørt hetta kemur til Føroya ella ikki, kann sjálvandi vera torført at spáa um, men vandin er har. Seinnu árini hava útlendskir kapitalgrunnar í størri mun keypt upp ognir á danska íbúðarmarknaðinum, og hetta hevur skapt eina ávísa misnøgd millum danskar borgarar og kjak í fjølmiðlunum. Dokumentarfilmurin PUSH, sum í 2019 avdúkaði amerikanska kapitalgrunnin, Blackstone, sum av álvara er farin undir at keypa ognir í nógvum býum, hevur elvt til víðfevnt kjak um vandan við hesi gongdini. Millum annað í Keypmannahavn hevði Blackstone tá keypt upp bústaðarognir fyri meira enn sjey milliardir krónur. Hetta tvingaði í stóran mun íbúgvarnar úr egnari íbúð, tí leigan hækkaði so nógv, at teir ikki høvdu ráð at vera búgvandi
Dokumentarfilmurin lýsir, hvussu keypið av donskum ognum hevur elvt til hækkandi íbúðarprísir og húsaleigu, sum verða trýst so høgt upp, at nógvir leigarar hava verið noyddir at siga leigumálið frá sær. Sostatt verða hesir býirnir í alt størri mun bert fyri vælhavandi borgarar, tí onnur hava ikki ráð at verða búgvandi ella seta seg niður í har.
Í ringasta føri, sum til dømis í London, fara íbúðirnar frá at vera bústaður til í alt størri mun at gerast spekulatiónslutir. Tað vil siga, at har eingin býr í teimum, tí íleggjarar og kapitalgrunnar keypa tær upp og umvæla tær við víðarisølu fyri eyga, og fáa harvið skjótan og góðan vinning burturúr. Sama skilið er í nógvum øðrum býum.
Hvørt hetta kann vera ein støða, sum vit fara at uppliva í Føroyum, er sjálvandi torført at spáa um, men spekulantar og kapitalgrunnar fara sjálvandi har, teir fáa nakað burturúr. Og millum annað húsa- og íbúðarognir í Havnini, sum framvegis bara vaksa í virði, eru neyvan heilt óáhugaverdar hjá útlendskum íleggjarum at gera íløgur í.
Innihaldið í áðurnevnda dokumentarfilmi lýsir spekulantarnar og teirra gramleika og moral, sum í stóran forðað kundi verið fyri við einføldum lóggávubroytingum.
Eitt nú verður í Keypmannahavn víst til grein 5, stykki 2 í donsku skipanarlóggávuni, sum gevur Blackstone møguleika fyri at umvæla íbúðirnar og hereftir hækka leiguna munandi. Leikstjórin í PUSH, Fredrik Gertten, og ST-ráðgevin, Leilani Farha, hava mælt danska statinum til at leggja seg út í hesa vandamiklu gongdina við at broyta lóggávuna, sum eitt nú Eindarlistin í danska fólkatinginum mælir til.
Tað er torført av vera ósamdur í, at ein kapitalgrunnur, hvørs strategi er ein sonevndur keyp-umvæling-sel-logikkur byggir á nakað nyttuvert, og at spekulatión í húsaleiguprísum, sum trýstir leigarar út av sínum íbúðum, eigur at vera avmarkaður.
Íbúðarprísurin tíggjufaldaður
Trupulleikin er, at sjálvt um lógarbroytingar verða gjørdar, fer tað framvegis at vera møguligt hjá Blackstone og øðrum spekulantum at keypa upp íbúðarognir í stórum, og teir kunnu tí framhaldandi vinna pening burtur úr hækkingunum av íbúðarprísum og hægri húsaleigum. Hetta tí peningastovnarnir framvegis eru sinnaðir at fíggja hesi keypini, og tí hava kapitalgrunnarnir óavmarkaða atgongd til kapital, sum elvir til hægri prísir og miðsavning av ognarskapi.
At fíggingarstovnarnir heldur vilja fíggja íløgur í ognir og virðisbrøv enn eitt nú til íverksetar og aðrar smærri og miðalstórar fyritøkur, er ein stórur trupulleiki fyri samfelagið. Avleiðingin er, at tað javnt og samt verða pumpaður alt meira peningur í fastognarmarknaðin, sum trýstir prísirnar uppeftir. Hetta tvingar fólk út úr býunum, og úrslitið er, at ognirnar enda á alsamt færri hondum. Herímillum hjá kapitalgrunnum sum Blackstone, sum í 2019 átti hundraðtals bústaðarognir í Keypmannahavn.
Seinastu 25 árini er prísurin á íbúðum í Keypmannahavn tíggjufaldaður, meðan lønirnar bert eru vaksnar 2,5 ferðir. Hetta hevur skapt eina støðu, har tað nógvastaðni bert eru tey, sum kunnu realisera vinning frá fyrr gjørdum bústaðarhandlum, ið framhaldandi kunnu vera partur av fastognarmarknaðinum.
Onkur býur hevur tó gjørt nakað fyri at bremsa ella tálma húsaleiguhækkingum. Í Berlin er ein áseting gjørd, sum bannar útleigarum at hækka húsaleiguna komandi fimm árini.
Kelda: Information
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Higartil í oktober eru 60 persónar í aldrinum 0 til 19 ár staðfest positiv við koronu
Fyri tað mesta eru tað børn og yngri fólk sum fáa staðfest koronu fyri tíðina. Hetta upplýsir landslæknastovnurin fyri Portalinum.
Upp á fyrispurning svarar landslæknastovnurin at 187 fólkunum í Føroyum, sum vórðu testaði positiv við covid-19 í september eru 71 av teimum millum 0 og 19 ár, og av teimum higartil 144 positivu tilburðunum í oktober, eru 60 í aldrinum frá 0 til 19 ár.
Kaga vit nærri at tølunum er størsti aldursbólkurin við flest positivum tilburðum 10-19 ár. 51 persónar í hesum aldrinum fingu staðfest korona í september meðan talið higartil í oktober er nakað lægri, 33 persónar.
Hinvegin er talið á smábørnum í aldrinum 0-9 ár hægri higartil hendan mánaðin enn tað var allan september mánað, tá 20 persónar vórðu staðfestir positivir. Hetta talið er longu komið upp á 27 higartil í oktober.
Eingin í aldrinum 90 og 99 ár er staðfestur positivur við koronu hendan hálvan annan mánaðan, vit hava spurt um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021
Vestmanna Fiskavirki keypir skip úr Klaksvík
Vestmanna Fiskavirki hevur keypt uppsjóvarskipið Christian frá partafelagnum Hvalnes í Klaksvík.
Tað veit vp.fo.
Christian varð keyptur til Føroya úr Íslandi sum avloysaraskip í desember í fjør, og Hvalnes ver at hava skipið í rakstri til mánaðarskifti januar-februar næsta ár tá nýggi Christian í Grótinum kemur til landið.
(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Fiskavirkið í Vestmanna fekk í 2018 menningarkvotur og fekk eisini nakað av kvotu í ár. Tí hevur Vestmanna Fiskavirki nú tikið avgerð um at keypa skip, skrivar VP.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Klaksvíkar Sleipistøð P/F, sum í dag er betri kent undir navninum KSS, hevði sítt besta ár nakrantíð í 2020. Talan er um eina fyritøku, heimahoyrandi í Klakvík, sum hevur ment seg nógv síðstu árini og sum kundi leggja ein met góðan roknskap fyri 2020 fram, sum gav 5,9 mió.kr. í ársúrsliti
Í Klaksvík er nógv fiskivinnuvirksemi bæði á sjógvi og landi. So tað er natúrligt við einum felag sum KSS, sum í stóran mun veitir sínar tænastur til skip og virkir í nærumhvørvinum, umframt eisini til aðrar kundar í Føroyum.
Virksemið hjá KSS fer annars heilt aftur til 1928 og gjørdist ein partur av stóra Kjølbro samtakinum, men sum í kreppuni fyrst í 1990 steðgaði og sum síðani var yvirtikið av starvsfólkum á skipasmiðjuni í 1994, sum róku skipasmiðjuna víðari. Í 2011 keypti Sp/f LGS allan partapeningin í skipasmiðjuni, sum síðani hevur borið navnið Klaksvíkar Sleipistøð og KSS.
Um vit hyggja nærri at roknskapinum sæst, at bruttovinningurin hjá KSS í 2019 øktist úr 27 mió.kr. til 36,9 mió.kr. í 2020. Ein vøkstur á 37 prosent, sum er størsti bruttovinningur hjá felagnum nakrantíð.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020 var 9,3 mió.kr., sum var ein vøkstur á heili 6,1 mió.kr. í mun til í 2019.
Ársúrslitið í 2020 var 5,9 mió.kr. sammett við 0,7 mió.kr. í 2019. Besta árið frammanundan var í 2014, tá ársúrlitið var 4,9 mió.kr. Ti er 2020 besta ár nakrantíð hjá KSS.
Fíggjarjavnin hjá KSS øktist úr 47,4 mió.kr. í 2019 til 50,6 mió.kr. í 2020.
Støðisognin i 2020 er íalt 21,4 mió.kr. samanborið við 21,6 mió.kr. og ogn í umferð er 29,2 mió.kr. í 2020 í mun til 25,8 mió.kr. í 2019.
Eginpeningurin hjá KSS øktist úr 17,6 mió.kr. í 2019 til 22,4 mió.kr. í 2020. Trygdarevnið í 2020 var 44 prosent, sum verður mett at verða rímiliga gott.
Felagið hevur økt um langfreistaðu skuldina úr 15,7 mió.kr. í 2019 til 17,5 mió.kr. í 2020. Hinvegin er stuttfreiðstaða skuldin minkað úr 12,9 mió.kr. í 2019 til 9,3 mió.kr. í 2020.
Gjaldførið hjá KSS var gott í 2020, tá hugt verður eftir lyklatølum. Munurin millum ogn í umferð, sum var 29,2 mió.kr. og stuttfreiðstaðu skuldini, sum var 9,3 mió.kr., var 19,9 mió.kr. Gjaldførislutfallið var tískil 315 prosent í 2020 sammett vð 199 prosent í 2019.
KSS eigur dóttirfeløgini Búrhella Sp/f, sum leigar út loðsbát og kranabilar, og Johs Elektro Sp/f, sum er elektromekaniskur verkstaður.
KSS upplýsir á síni heimasíðu, at 70 starvsfólk starvast í teirra feløgum.
Skrásettir eigarar í KSS í dag eru feløgini LGS Sp/f og Kenit Sp/f.
Frimodt Rasmussen er stjóri í KSS og Niclas Joensen er nevndarformaður. Harumframt sita Jón Rasmussen og Frimodt Rasmussen eisini í nevndini.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021
Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 milliónir krónur
Skemman P/F, sum stórhandilsmaðurin Jákup á Dul Jacobsen eigur umvegis íslendska Rumfatalagurinn Ehf í Íslandi, hevði eitt av sínum allarbestu úrslitum nakrantíð, tá roknskapurin var gjørdur upp pr. 28/2-2021 fyri undanfarna roknskaparár 2020/21. Úrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 7,5 mió.kr.
Tá ið skipsførarin og skiparin Jákup á Dul Jacobsen í seinnu helvt av 1980unum byrjaði sítt handilsvirksemið í Føroyum, lá tað ikki beinleiðis í kortunum, at virksemið hjá honum 35 ár seinni skuldi vera í fleiri londum og verða so stórt og týðandi, sum tað er í dag. Men restin er søga, sum oftani sagt, um ein dugnaligan handilsmann, sum sá møguleikar fyrst í Føroyum, síðani í Íslandi og so eisini aðrastaðni í heiminum, við tí úrslitið í dag at sita við ovurhondsstórum handilsvirksemið heilt úr Kanada í vestri til Hvítaruslands í eystri.
Men alt byrjaði sum sagt í Føroyum, har Skemman og Jákup á Dul Jaconsen fingu góða samstarvsavtalu við kenda danska stórhandilsmannin Lars Larsen sála, sum byrjaði fyritøkuna Jysk, sum Skemman og Jakup á Dul Jacobsen síðani hevur samstarva við í størri ella minni mun.
Bruttovinningurin hjá Skemmuni øktist úr 15,4 mió.kr. í 2019/20 til 17,4 mió.kr. í 2020/21, sum er størsti bruttovinningur felagsins síðstu 17 árini. Vøksturin var 13 prosent.
Úrslitið áðrenn fíggjarpostar, vanliga nevnt Ebitda, var 9,6 mió.kr. í 2020/21, ella 33 prosent hægri enn í 2019/20.
Ársúrslitið í 2020/21, sum er úrslit eftir skatt, var 7,5 mió.kr. sammet við 5,4 mió.kr. árið frammanundan. Vøksturin er heili 38 prosent. Úrslitið fyri síðsta árið er tí av teimum allar bestu. Vit skulu heilt aftur til 2007/08 at finna eitt betur ársúrslit, sum tá var 8,7 mió.kr.
Fíggjarjavnin hjá Skemmuni minkaði úr 23,6 mió.kr. í 2019/20 til 20,9 mió.kr. í 2020/21.
Støðisognin er minkað úr 928 tkr. í 2019/20 til 670 tkr. í 2020/21. Ogn í umferð er fallin úr 22,6 mió.kr. 2019/20 til 20,2 mió.kr. í 2020/21. Serliga kann viðmerkjast at áogn hjá atknýttum felagið minkaði góðar 9 mió.kr. í 2020/21 og vørugoymlan úr 5,6 mió.kr. í 2019/20 til 4,4 mió.kr. í 2020/21.
Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020/21, og tann stuttfreistaða skuldin minkaði úr 16,6 mió.kr. í 2019/20 til 6,4 mió.kr. í 2020/21. Ein minking á heili 61 prosent. Minkingin stavar í størsta mun frá at felagið í 2019/20 setti 11 mió.kr. av í vinningsbýtið, sum síðani er útgoldið í 2020/21.
Eginognin hjá Skemmuni P/F var 28. februar 2021 í alt 14,4 mió.kr., í mun til 7 mió.kr. í 2019/20. Trygdarevnið var 69 prosent, sum verður mett at vera sera gott.
Gjaldførið hjá Skemmuni var eisini stak gott pr. 28/2-2020, tá ið tann tøki peningurin var 13,8 mió.kr. samanborið við 6,5 mió.kr. í 2019/20.
Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 136 prosent í 2019/20 til 315 prosent í 2020/21.
Skemman heldur til við Staravegin 7 í Havn. Skemman upplýsir ikki alment um starvsfólkatal, men mett verður at starvsfólkatalið liggur millum 15 til 20.
Stjóri er Dan Hansen. Nevndarformaður er Annfinn Vitalis Hansen, advokatur. Harumfarmt sita Poul Jacobsen, sum er pápi Jákup og Tórarinn Ingi Ólafsson í nevndini.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Tá sløkkiliðið mánadagin kannaði hjartastartarar vóru teir í tveimum førum horvnir ella høvdu fingið skaða
Sambært heimasíðuni hjartastartari.fo eru 287 hjartastartari settir upp kring landið.
Men tá sløkkiliðið mánadagin kannaði standin á summum á teimum, kravdi tað eina uppringing til løgregluna.
Í Hoyvík var nevniliga ein hjartastartari blivin burtur, og hetta varð meldað sum stuldur. Í Kaldbak var hann ikki stolin, men hevði fingið skaða.
Júst nær hetta er hent, er ógreitt, men tað verður meldað sum herverk, verður upplýst av løgregustøðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Alarmsentralurin hevði úr at gera týsnáttina. Ein og sami persónur hevur órógvað arbeiðið alla náttina, og løgreglan hevur einki amboð at forða fyri hesum
Vakthavandi á løgreglustøðini hevði týsnáttina úr at gera við at taka telefonina frá einum og sama persóni
Viðkomandi ringdi 168 ferðir til alarmsentralin frá midnátt og til klokkan hálvgun sjey í morgunin.
Hetta kemur fyri viðhvørt, og her kann talan vera um eitt nú sinnisveik, sum meta seg hava brúk fyri hjálp. Tað var kortini ikki støðan í hesum førinum, og slíkt órógvar arbeiðinum hjá løgregluni.
- Vit kundu ynskt okkum at fingið eitt amboð til at forða fyri hesum, so tey ikki fáa ringt líka ofta, og mugu fara at tosa við veitaran um hvat ber til at gera. Eisini má kannast hvørjar heimildirnar eru til hetta, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
- Hetta tekur fokus frá fólki sum ringja inn við veruligum trupulleikum, og tað gongur ikki, ljóðar av løgreglustøðini.
Tað er ókeypis at ringja til 112, og tí ber til at fáa fatur á alarmsentralinum hóast pengar ikki eru á telefonini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað
Starvsfelagið hevur vunnið eitt rættarmál ímóti Posta um burturvísing av órættum vegna lim felagsins. Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 kr. umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 kr. í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað.
- Hetta er ein stórur lætti, at vit hava vunnið málið. Nú havi eg reinsað mítt navn, sigur fyrrverandi starvsfólkið á Posta.
Maðurin hevði arbeitt sum postboð í meira enn 30 ár. Fyrst í oktober 2020 helt leiðari hansara seg hava prógv fyri, at maðurin hevði snýtt Posta. Hann varð burturvístur, sum merkir, at Posta segði hann upp “upp á standandi fót” vegna grovt mishald av tænastuni. Hann fekk tí hvørki uppsagnartíð ella uppsagnarløn. Maðurin var ongantíð hoyrdur um tey faktisku viðurskifti, sum leiðarin legði til grund fyri burturvísingini.
Hann fór til Starvsfelagið, sum hansara vegna stevndi eftir endurgjaldi fyri burturvísing av órættum. Nærum eitt ár seinni er dómur sagdur í málinum, sum staðfestir, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði og ikki hevur snýtt Posta.
Í dóminum sigur rætturin m.a.:
• at eftir tí, sum er komið fram, má staðfestast, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði
• at man ikki kann staðfesta, at maðurin hevur við tímaskrásetingini ella av órættum hevur drigið sínar arbeiðsdagar út fyri at fáa yvirtíð
• at Posta visti alt um tímaskrásetingina og yvir longri tíð eisini hevur goldið honum fyri yvirtíðartímarnar uttan at seta spurnartekin við nakað
• at sjálvt um maðurin í tveimum førum hevur verið burtur frá arbeiðnum til læknakanning á landssjúkrahúsinum, uttan at siga frá, og í einum føri var inni og heilsaði upp á familju til hátíðarhald, so er tað ikki nóg mikið til at staðfesta grovt mishald av tænastuni, og at henda fráveran ikki hevur ávirkað arbeiðsuppgávurnar, sum maðurin sjálvur hevur avgreitt, uttan at neyðugt varð við avloysara
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Málið er harmiligt, bæði fyri fyrrverandi postboðið, fyri starvsfelagar og fyri Posta, sigur Joel undir Leitinum, stjóri
Í oktober 2020, burturvísti Posta einum postboði. Fyrrverandi postboðið kærdi burturvísingina og rætturin hevur nú sagt dóm. Sambært dóminum var burturvísingin eitt ov stort stig at taka.
Rætturin áleggur tí Posta at rinda uppsagnarløn og sakarkostnað. Posta hevur tikið dómin til eftirtektar og rindar fyrrverandi postboðnum uppsagnarlønina. Posta ger sostatt ikki meira við málið.
- Málið er harmiligt, bæði fyri fyrrverandi postboðið, fyri starvsfelagar og fyri Posta, sigur Joel undir Leitinum, stjóri.
Posta brúkar GPS tøkni í øllum akførum, soleiðis at vit vita, hvar akfør eru og kunna fortelja viðskiftafólkum, nær ein pakki verður heintaður ella útflýggjaður. Sambært vegleiðing frá Dátueftirlitinum, sum Posta fekk á fundi í juni 2016, kunnu dátur úr einum GPS ikki nýtast einsamallar hóast sterkur illgruni er um mishald av starvinum. Vegleiðingin segði, at var sterkur illgruni um mishald av starvinum, skal hetta prógvast á annan hátt, eitt nú við myndum og tímaskráseting. Er hetta stig tikið, kunnu hesir upplýsingar tá samanhaldast við dátur úr GPS skipanini. Posta hevur fylgt hesari mannagongd, og er tað einastu fer henda mannagongd er brúkt, sigur Posta í tíðindaskrivi.
Posta hevur síðan gjørt nýggjar mannagongdir fyri GPS skráseting í akførum, sum eru góðkendar av Dátueftirlitinum. Hesar mannagongdir liggja tøkar á intranetinum hjá Posta.
- Sum stjóri havi eg ábyrgd av, at Posta verður rikið rætt og at Posta heldur allar sáttmálar og fyrisitingar. Vit seta nú punktum við málið, sigur Joel undir Leitinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021
Fleiri av gestum okkara hava havt eitt ynski um at vitja Andalusia. Summi hava spurt um møguleikan fyri eini skíðferiu, og uppaftur onnur hava spurt okkum, um vit kunnu skipa fyri onkrum á jólum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. – Nú hava vit so valt at royna at sameina øll hesi trý ynskini
Í ár ber til hjá føroyingum at royna eini heilt øðrvísi jól í Andalusia heilt har suðuri í Spania. Sólorka, sum hendan mánaðin hevur oman fyri 500 føroyingar á vitjan á sponsku Costa Blanca, tekur í desember eitt nýtt stig.
- Fleiri av gestum okkara hava havt eitt ynski um at vitja Andalusia. Summi hava spurt um møguleikan fyri eini skíðferiu, og uppaftur onnur hava spurt okkum, um vit kunnu skipa fyri onkrum á jólum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. – Nú hava vit so valt at royna at sameina øll hesi trý ynskini.
Tróndur Djurhuus upplýsir, at hesaferð er talan um eina vitjan í tí framúr vakra og søguríka andalusiska býnum Granada við tí kenda Alhambra-skansanum. Her ber til at njóta arabiska dámin í seinasta spanska emiratinum, sum fall í 1492.
- Droymir tú um eini hvít jól á skíðum í nakrar dagar, orna vit fyri tí, sigur stjórin í Sólorku. Vit skipa eisini fyri jólaaftanshaldi í vøkrum og søguliga spennandi umhvørvi. Tú kanst koma við út undir myrkasta himmalin í Europa við teimum túsundtals stjørnunum. Tú kanst vitja í Córdoba, sum einaferð var týdningarmesti býur í øllum Europa – og í bergtakandi og søguliga Ronda. Tú kanst gera eins og Gordon Ramsey og vitja í Riofrio, har tey ala styrjurnar, sum geva okkum heimsins besta kaviar.
Jólavitjanin er frá 21. til 30. desember. Sum vant flúgva gestirnir í sólorkuflogfari - hesaferð beinleiðis millum Vágar og Granada. Teir kunnu velja millum at gista 4- ella 5-stjørnaðum hotelli.
- Men tað ræður um at skunda sær, tí sølan endar í oktober, sigur Tróndur Djurhuus. Tað ber til at lesa meira her: www.solorka.fo/granada-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Samrøðuspælið, ið er nýtt føroyskt spæl til eitt nú eldri og búfólk á sambýlum, hevur sum aðalmál at stuðla upp undir samskifti, viðlíkahald av málsligum førleikum og samanhald. Fyritøkan, Tala og Hoyrn, sum Ólavur Højgaard rekur, gevur spælið út
- Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t.d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja hesar førleikar, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum gevur spælið út.
Hann vísir á, at tað er lívsins gongd, at eldri fólk tosa minni og minni, sum tey eldast, men við at venja miðvíst, kunnu tey mótarbeiða viknandi taluni og harvið varðveita samanhaldið við onnur. Umframt at gagna teimum eldru er spælið eisini ætlað búfólkum á sambýlum, fólkum við heilaskaða og annars øllum øðrum, sum halda tað vera stuttligt at royna sítt minni við einum føroyskum myndaspæli í góðum huglagi við vinir, familju og kenningar.
Ólavur Højgaard starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum, og tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki.
- Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá.
Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.
- Øll, ið hava talu og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum, hava tørv á einføldum loysnum at halda við líka málsligu førleikarnar, tí ov torskildar loysnir kunnu vera við til at køva tey. Tey skulu hava møguleika at liva í samskiftinum, sigur Ólavur Højgaard.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021
Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Tað boðaði Uttanríkis- og mentamálaráðið frá á heimasíðuni herfyri.
Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.
Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara fimm prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.
Fyri einum góðum mánað síðani lat Reyði Krossur Føroya eisini eina hálva millión krónur til Afganistan. Peningurin fór til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í landinum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, fegnast um, at landsstýrið nú eisini letur pengar til Afganistan.
Tó heldur hann, at tað kundi verið ein møguleiki at tikið afgansk flóttafólk til Føroya, umframt at mann hjálpir á staðnum, segði hann í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað eigur at bera til at taka flóttafólk til Føroya, og sigur hann seg sakna eina dialog um tilbúgving í sambandi við flóttafólk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021
– Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært
Á altjóða sálarheilsudegnum sunnudagin, handaði Sinnisbati á fimta sinni Ársins Sálarheilsuvirðisløn.
Endamálið Sálarheilsuvirðislønini er, at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsufremjandi.
Møguligt var at koma við uppskoti til, hvør hevði uppiborið ársins sálarheilsuvirðisløn. Síðani avgjørdi ein óheft dómsnevnd, hvør skuldi fáa heiðurin, og í gjár varð virðislønin so handað á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober. Hetta varð hátíðarhildið í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
Í ár valdi dómsnevndin, at Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, skuldi móttaka virðirslønina. Tað var Sinnisbati Ung, sum í ár handaði virðisløninia.
(Mynd: Sinnisbati)
Í grundgevingini verður sagt:
Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður latin Katrin Joensen-Næs:
Katrin Joensen-Næs hevur við sínum listarliga arbeiðið varpað ljós á lívið við sinnisligari sjúku við serligt denti á teimum, ið standa nær; tey avvarðandi. Katrin varpar, við novellufilmi sínum “Ábyrgd”, ljós á eitt evni, sum framvegis er tengt at stórari tøgn og tabu. Við filminum hjá sær, er hon við at niðurbróta tøgnina og skapa tilvitsku, um tær kenslur, ið kunnu verða knýttar at leiklutinum sum avvarðandi at einum menniskja, ein hevur kært.
Leikluturin hjá tí, ið stendur hjá, verður ofta lýstur sum hjáleiklutur í frásøgnum um lívið við sinnsligari sjúku og órógv, men í hesum filmsverkinum dregir Katrin myndatólið mótvegis tí avvarðandi, sum í støðum kann kenna seg bæði mát- og ráðaleysan. Í filmsverkinum gevur Katrin tí avvarðandi eina rødd og rúmd at verða í teimum kenslunum, ið kunnu verða, tá ein elskaður lýðir av álvarsligari sinnisligari sjúku. Katrin gevur tí avvarðandi loyvi at kenna tær kenslur, ið kunnu vísa seg: einsemi, vreiði og sorg. Samstundis sum hon lýsir áhaldandi og treytaleysan kærleika, gleði og vón.
Katrin Joensen-Næs hevur við filmsverkinum “Ábyrgd” latið upp eina dyr, sum í mong ár einans hevur staðið á glopp. Hon hevur við nøkur av teimum førandi føroysku filmsfólkunum, verið við at skapa eina trúliga mynd av, hvussu tað kann kennast at vera avvarðandi.
Vit ynskja við hesari virðisløn, at heiðra Katrinar dirvi og hennara ágrýtni og eldhuga, at taka upp evni, ið hava stórt samfelagsligt virði og týdning.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Nýggj álitiskanning av 16 stovnum og myndugleikum vísir, at føroyingar hava mest álit á løgregluni og minst á politisku flokkunum. 72 prosent hava stórt ella nokkso stórt álit á Fróðskaparsetrinum
Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, stendur á odda fyri eini verkætlan, sum kannar fólksligan hugburð til myndugleikar, vísindi og serfrøði í breiðum týdningi.
Í mai og juni mánaði varð kannað, hvussu stórt ella lítið álit føroyingar hava á ymsu stovnunum og myndugleikunum her á landi. Millum 7- og 800 fólk vórðu spurd, og tað er greiningarfyritøkan, Lóður, sum hevur savnað dáturnar inn fyri Setrið.
Fólk vórðu biðin um at viga síni svar og siga, um tey hava stórt, nokkso stórt, ikki serliga stórt ella einki álit á stovnunum og myndugleikunum á listanum, og ein svarmøguleiki var, at tey ikki vita.
Úrslitið er, at løgreglan hevur mest álit millum tey spurdu, síðani koma dómstólarnir, Fólkakirkjan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, fakfeløg, Búskaparráðið, Kringvarp Føroya, landsins stjórn, samkomur/fríkirkjur, Løgtingið, stórar fyritøkur, bankarnir, miðfyrisitingin, privatu miðlarnir og politisku flokkarnir.
Hesi tølini líkjast miðlakanningum í okkara grannalondum, har álitið á almennum public service-stovnum í meðal er hægri enn álitið á privatum miðlum. Hinvegin mangla vit systematiska gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí er brúk fyri fleiri kanningum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Hóast stóran fólkavøkstur, er talið á næmingum í fólkaskúlanum í dag minni enn tað var fyri fimtan árum síðani – Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum, men í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi
Næmingatalið í fólkaskúlunum í ár er minni enn fyri fimtan árum síðani, vísa hagtøl hjá Hagstovuni.
Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300, men fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600.
Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum, men í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi. Í sama tíðarskeiði var tó stórur vøkstur í forskúlaflokkum og serflokkum.
Frá 1. juli 2005 til 1. juli 2015 vaks samlaða fólkatalið í Føroyum við 540 fólkum. Kortini minkaði næmingatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið við 361 børnum.
Nógv størsta minkingin var í framhaldsskúlunum við 415, og í barnaskúlanum, 1. - 7. flokk, minkaði talið við 73 børnum. Tilsamans er talan um eina minking við 488 børnum. Móti hesum var ein vøkstur í forskúlaflokkum við 117 børnum.
Tey næstu seks árini (1. juli 2015 - 1. juli 2021) vaks samlaða fólkatalið við 4.500 fólkum. Kortini vaks næmingatalið í fólkaskúlanum bert við 100 børnum. Allur vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum við 270 næmingum, meðan tað minkaði í barnaskúlanum við 128 og framhaldsskúlanum við 41.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum – Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent í mun til 1. september í 2020
1. september 2021 búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør – ein vøkstur á 1,6 prosent.
Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4 prosent, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av eini nettoflyting á 551 fólk og einum burðaravlopi á 303.
Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni seinasta árið enn undanfarna tíðarskeið, sambært Hagstovuni.
Meira enn helvtin úr høvuðsstaðnum
Av teimum 854, sum løgdust afturat hetta seinasta árið, vóru meira enn helvtin úr Tórshavnar kommunu. Tó vaks fólkatalið lutfalsliga mest í Nes kommunu. Har vaks tað við 3,7 prosent, ið er 51 fólk.
Størsta afturgongdin var hinvegin í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 16 fólkum ella 2,6 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Tilboðið hjá Articon uppá 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi var 34,8 milliónir krónur
Í august varð 2. byggistig av útbýggingini av Skúlanum á Giljanesi boðið út, og fríggjadag seinnapart var lisitatión á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági.
2. byggistig rúmar nýggjum fakhølum til m.a. tónleik, evning, handarbeiði, heimkunnleika, lívfrøði/náttúrutøkni og alis-/evnafrøði. Víðkaðir karmar verð til heimastovur og felagsøkir. Harumframt verða broytingar gjørdar í 1. byggistigi, sum betra um møguleikan fyri serundirvísing, umframt at umstøðurnar hjá lærarum og heilsustarvsfólki eisini verða broytt og betra.
Arbeiðið sum boðið varð út, var høvuðsarbeiðstøka. Talan var um almenna lisitatión, og fýra tilboð komu inn, skrivar Vága kommuna.
Nógv fólk var komið saman á kommunuskrivstovuni, har Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri 2. byggistig, lat tilboðini upp, og greitt var, at Articon átti lægsta tilboðið á 34.836.106,00.
Síðan kom Búsetur á 37.581.102,00, J&K Petersen á 39.712.122,00, men við einum fyrivarni um prísin á byggitilfari, og tilboðið hjá MT Højgaard var á 39.833.959,21.
Kostnaðarmetingin ljóðaði uppá 33.656.723,00.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Síðstu mongu mánaðirnar hevur skipið siglt mest í Norra, og so er onkur túrur til Føroya av og á, sigur Mainhard Danielsen, skipari, á Hav Vestlandiu
- Vit komu úr Norra við skervi og salti. Tey 2500 tonsini av grúsi og skervi, løgdu vit upp í Klaksvík týsdagin; og nú liggja vit á Runavík og lossa 1000 tons av salti.
Tað segði Mainhard Danielsen, skipari, á Hav Vestlandiu, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í mikudagin.
- Tá vit eru lidnir at lossa í Runavík, verður kósin sett móti Stavanger. Har skulu vit lasta 3000 tons av mjøli til Myre í Norðurnorra, sigur hann.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Tað er ov mikið at sigla við; so tað er gott. Vit sigla nógv við mjøli til alifóðurframleiðslu, men sigla eisini við sandi, skervi, skrotti og øðrum, sigur hann.
- Vit sigla nógv í Skandinavia, men gera eisini túrar til Hollands, Týsklands og onnur lond. Síðstu mongu mánaðirnar hevur skipið siglt mest í Norra, og so er onkur túrur til Føroya av og á. Vit eru seks vikur umborð og hava so frí í seks vikur, og vit eru sjey mans umborð í senn, sigur Mainhard Danielsen.
Nevnast kann eisini, at fyri stuttum varð Mainhard heiðraður fyri at hava siglt hjá reiðarínum í 20 ár.
Frá sjómanstrúboðaranum fekk manningin millum annað ein geyma við 70 videoupptøkum av “Syngið við” sangum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
10. oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. Úrslitið er, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum
Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks.
– Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
– Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát.
Ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. Útlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaða CO2-útlátinum í heiminum. Ein kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020, vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meira CO2 samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis.
At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva. Hetta hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti.
– Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.
– Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri.
HER sæst ein filmur, ið er framleiddur í sambandi við dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síni CO2-útlát.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Nýggi landsstýrismaðurin í orkumálum fer at halda fram við sama oljuleitipolitikki sum bæði undanmaðurin og undanfarin landsstýri
Tað fara ikki at verða gjørdar stórvegis broytingar í verandi orkupolitikki á oljuleitiøkinum nú eftir, at nýggjur landsstýrismaður hevur tikið við í Tinganesi. Magnus Rasmussen sigur við oljan.fo, at hann fer at fylgja sama leisti framhaldandi at lata dyrnar standa opnar hjá útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.
Magnus Rasmussen var sum borgarstjóri í Runavík við til at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiøki á fleiri oljumessum í útlandinum. Mynd Jan Müller
Drúgvar royndir á oljuøkinum
Sum fyrrverandi borgarstjóri í tí kommununi, sum hevur hýst allari føroyskari oljuleiting seinastu 20 árini, hevur Magnus Rasmussen drúgvar royndir og innlit á hesum vinnuøkinum. Umframt at leggja lunnar undir og hýsa leitivirkseminum í Runavík øll árini leitað varð eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, so hevur landsstýrismaðurin eisini útvegað sær holla vitan og royndir frá vitjanum í útlandinum til eitt nú oljumessur í bæði Norra og Skotlandi.
Eitt er at hava staðið á dekkinum í hesi spennandi tíð, annað er brádliga at koma uppá brúnna tvs. í landsstýrið at standa á odda fyri, hvat nú skal henda á oljuleitiøkinum. Undanmaðurin, Helgi Abrahamsen, tók við sum landsstýrismaður í eitt nú oljumálum, tá nýggj samgonga gjørdist veruleiki eftir seinasta val. Og hann gjørdi ikki mætari enn at byggja á herðarnar hjá undanfarnu samgongu og tess landsstýrismanni, nevniliga at hava dyrnar opnar fyri leiting eftir olju og gassi á landgrunninum. Og júst tað sama hendir, nú landsstýrismaðurin eitur Magnus Rasmussen.
Hóast hann raðfestir grøna orkuskiftið, minkandi útlát, eitt reint umhvørvi og ein meira burðardyggan heim, hevur hann sett sær sum mál at kunna seg væl um henda partin av orku- og vinnupolitikkinum, sum snýr seg um framtíðar føroyska oljuleiting eisini, soleiðis at tær avgerðir, sum skulu takast í framtíðini, byggja á skilagóða og neyva fyrireiking.
Magnus Rasmussen kennir tað sum eina sera stóra ábyrgd at skula umsita vinnu- orku- og umhvørvismál alt um somu tíð. Her ræður um at hava bæði beinini trygt á jørðini og fara hóvliga men miðvíst fram og ikki minst um at hava eygu opin fyri eitt nú øllum tí, sum fer fram rundan um okkum.
Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavík, tá risastórur boripallur varð umvældur á Skálafjørðinum. Her takkar hann stjóranum á MEST fyri væl útint arbeiði. Mynd Jan Müller
Varðveita og menna leitiskipan
Tá oljan.fo setir honum spurningin, hvørjar broytingar – um nakrar - hann kann hugsa sær at gera á oljuleitiøkinum, nú tað hevur víst seg, at eingin ítøkiligur áhugi hevur verið fyri at bjóða uppá leitiøki í teimum seinastu útbjóðingunum, sigur hann, at í útgangsstøðinum fer hann at byggja víðari á tað, sum hevur verið.
Men nú eingin umsókn kom hvørki í 4. ella 5. útbjóðing, er so møguligt, at tað fara at vera gjørdar broytingar í eitt nú treytunum – fyri at fáa oljufeløgini at koma henda vegin?
-Nú eri eg nýggjur í Tinganesi og umsiti nógv málsøki. Men eg fari sjálvandi at hyggja neyvt eftir, hvat er farið fram á hesum økinum, og hvat møguliga kann gerast uppaftur betri.
Við hesum sipar hann til tær treytir, sum liggja til grund fyri leitingini. Landsstýrismaðurin hevur lagt til merkis, at landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu, tá hann kunngjørdi 5. útbjóðingina, gjørdi onkrar broytingar í treytunum við tí fyri eygað at gera tað bæði lættari og meira hugaligt fyri feløgini at koma til Føroya at leita.
-Eg fari nú saman við mínum góðu fólkum í Vinnumálaráðnum og eisini restini av landsstýrinum at vita, um vit skulu til at fremja onkra endurskoðan av loyvistreytunum aftrat.
Grøna skiftið síggjast aftur í oljuleitingini
Tá hetta er sagt, so er landsstýrismaðurin eisini sannførdur um, at grøna orkuskiftið og prátið um at minka um útlátið skal eisini síggjast aftur í leitipolitikkinum og harvið eisini í bæði leiti-, útbyggingar- og framleiðslutreytunum.
-Vit síggja, hvussu londini rundan um okkum seta oljufeløgunum størri krøv í sambandi við at minka um útlátið við eitt nú at reka oljupallar við streymi frá t.d. vindmyllum, og í heila tikið at fylgja gongdini innan grøna orkuskiftið. Tað er nakað eg fari at hyggja nærri at og kanna, hvussu tað skal síggjast aftur í eitt nú okkara framtíðar leiti- og framleiðslutreytum eisini.
-Vit hava sum sagt onga ætlan at gevast við oljuleitingini, sum undanfarin landsstýri eisini hava tikið undir við. Men eg fari sjálvandi at hava eitt vakið eygað við, hvat hendir í okkara grannalondum og í heiminum sum heild. Fyri eitt nú Norra og Bretland hava olja og gass alstóran týdning fyri bæði arbeiðsplássini og inntøkur til samfeløgini. Og vit vita, at hóast heimurin roynir at gerast meira grønur, so fer heimurin at hava tørv á olju og gassi í fleiri áratíggju aftrat. Vit eiga eisini at gera okkum greitt, at ein stórur partur av hesum ráevnum verður eisini brúktur til at framleiða alskyns lutir og vørur, sum vit øll hava gagn av, og sum heimurin hevur tørv á.
Skaptu grundarlag fyri oljuleiting
Magnus Rasmussen, sum hevur fylgt føroysku oljutilgongdini í mong ár, heldur fyri, at vit eiga ikki at gloyma tað stóra arbeiði, sum okkara dugnaligu embætisfólk og politikarar gjørdu fyri at fáa Føroyum týðandi avtalur við fyrst danir og síðani bretar um undirgrundina og markið.
Umframt at gera Føroyar størri, so vóru hesar avtalur eisini grundarlagið fyri at fara undir oljuleiting við Føroyar og harvið finna fram til, um okkara undirgrund goymir eitt orkutilfeingi, sum heimurin fer at hava tørv á í mong ár aftrat. At hava hesa vitan, tá og um tíðirnar gerast ringar, kann somuleiðis hava stóran týdning.
Landsstýrismaðurin ímyndar sær eisini, at møgulig kolvetnisfund á føroyskum øki kunnu koma at gagna tí grøna skiftinum. Inntøkur frá hesum kunnu vera við til at fremja grøna skiftið eisini eins og royndir, vitan og fíggjarliga styrkin hjá oljufeløgum í dag longu kunnu gagna tí grøna skiftinum.
Her økið, sum er boðið út til oljuleiting við Føroyar. Kelda Jarðfeingi
Áhugaverd gongd við markið
Landsstýrismaðurin, sum eisini hevur roynt at fylgja oljutilgongdini í okkara næsta grannalag, í bretskum øki, heldur tað er spennandi at fylgja við, hvat fer at henda við markið, nú útbygging av stórari oljukeldu er í stoypiskeiðini.
-Sum eg havi skilt tað, so er ætlanin hjá oljufeløgum at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta meti eg fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Tí tá kunnu sjálvt smærri fund á føroyska landgrunninum møguliga útbyggjast við at binda í undirstøðukervið hinumegin markið.
Tað er so nakað, sum Magnus Rasmussen, ið umsitur vinnumál eisini, fer at hava eitt vakið eygað við, tí slík gongd kann vónandi eisini fáa týdning fyri føroysku veitingarvinnuna, nú framtíðar virksemi á bretskum øki er so stutt frá Føroyum og harvið kann skapa arbeiðsmøguleikar fyri vinnuna her eisini. Hann hevur eisini merkt sær, at føroyska Sjóvinnufelagið sær stórar møguleikar í hesum økinum, tí útbyggingar beint hinumegin markið kunnu seta fleiri ringar í sjógvin fyri føroyskar veitingarfyritøkur eisini.
Ætlanin hjá oljufeløgum er at byggja út undirstøðukervið fáar fjórðingar frá føroyska markinum, og hetta metir landsstýrismaðurin fer at kunna skapa spennandi møguleikar fyri framtíðar føroyska oljuleiting og møguliga framleiðslu. Her sæst oljukeldan Cambo beint við føroyska markið og gassleiðing til Hetlands.
Góðynski til føroyingar í olju- og frálandsvinnuni
Nú prátið gongur um møguleikar í olju- og frálandsvinnurini, so hevur landsstýrismaðurin eisini vónir um, at tað fer at ganga væl hjá teimum mongu føroyingunum, sum í dag arbeiða eitt nú á landi í norsku oljuvinnuni og eisini á sjónum umborð á okkara egnu og útlendskum frálandsskipum. Ber so til at skapa nýtt virksemi úr teimum møguleikum, sum nú koma undan kavi á markinum millum Føroyar og Bretland, so kann tað bara vera gott fyri Føroyar heldur landsstýrismaðurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021
Mátingar av vindmegini vísa, at hon hevur verið 15% lægri í ár, og tað kann hava skundað undir orkukreppuna
Undir yvirskriftini “Europe’s electricity generation from wind blown off course” umrøður høgt virda blaðið The Financial Times í gjár broyttu vindorkutilgongdina í Evropa. Blaðið skrivar, at vindstyrkin í norðara partinum av Evropa er minkað við 15% í meðal í tíðarskeiðinum frá januar til september í ár. Orsøkin er óviss siga vísindamenn, men ein møgulig frágreiðing er tað, sum verður nevnt “global stilling”. Hetta fyribrigdið stavar frá lækkandi vindmegi, sum helst stavar frá veðurlagsbroytingum. Hagtøl vísa, at meðal vindferðin á landi er lækkað seinastu ártíggjuni, so hetta er ikki nakað, sum brádliga er íkomið.
Sunnudagin nevndi bretski ráðharrin fyri handli og orku, Kwasi Kvarteng í samrøðu við BBC, at ein medvirkandi orsøk til núverandi gasskreppuna, er nettupp staðfestingin av, at vindorkuframleiðslan hevur verið óvanliga avmarkað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Stóra grøna orkuætlanin fer at kosta 350 mia. kr. komandi 10 árini og ætlar Equinor at standa fyri 100 mia. kr.
Norska orkufelagið Equinor hevur nærum ongantíð forvunnið so nógvan pening sum júst nú. Og tað kann felagið ikki minst takka gassframleiðsluni, sum fyritøkan stendur fyri og sum í løtuni alstórur eftirspurningur er eftir fyri methøgan prís.
Og nú íløgur skulu gerast í framtíðina, og norska felagið ynskir at vera bæði svart og grønt, so hevur leiðslan í felagnum júst avgjørt at brúka 100 mia. kr. komandi 10 árini til grøna orkuskiftið. Hetta skal so vera partur av eini ætlan uppá íløgur fyri 350 mia. kr. Tvs. peningur, sum m.a. er forvunnin gjøgnum framleiðslu av olju og gassi skal nú koma grøna orkuskiftinum til hjálpar.
Ikki minst verður her hugsað um at menna tøknina, sum skal vera grundarlagið undir framtíðar grønu orkuni. Fram til 2035 skal Equinor broytast frá at vera veitari av olju og gassi, til at gera eitt orkufelag men framhaldandi byggja á virðini og náttúrugivnu fortreytirnar í Norðsjónum. Hetta skrivar norska heimasíðan E24.
Equinor, sum longu hevur lagt seg eftir at menna og útbyggja vindorkuna til havs, sigur, at møguleikar eru eisini fyri at goyma CO2 í stórum goymslum undir havbotninum.
Hetta er tað, sum størsta fyritøkan í Norra ætlar sær at takast við í framíðini. Øll henda risaætlan byggir á fýra bein: Minka um útlátið og útreiðslurnar í olju- og gassframleiðsluni, leggja enn størri dent á havvind, skapa ein marknað fyri vetni (hydrogen) og bjóða fram flutning og goymslu av CO2.
- Okkara endamál er at røkka netto null í útláti í 2050 og gerast tað leiðandi felagið innan grøna orkuskiftið, sigur stjórin Anders Opedal, men leggur aftrat, at hetta megnar felagið ikki einsamalt. Opedel sigur hetta í eini samrøðu við norska blaðið VG.
Hann sigur, at Equinor skal byggja á tess traditiónir og søgu og tess evni at umseta tøkni til stórar verkætlanir.
- Vit eru longu í gongd við at menna havvind og varandi orku, og so skulu vit eisini megna at flyta og goyma CO2 eins og menna vetni sum nýggj arbeiðsøki sigur samtaksstjórin í Equinor.
Felagið hevur longu leingi ligið á odda í arbeiðinum at menna havvindorku í Norðsjónum. Hetta skal nú mennast meira. Streymurin frá havvindi skal kunna brúkast til at elektrifisera pallar á landgrunninum, sum t.d. Hywind Tampen ella koma frá meginlandinum og flytast út til framleiðandi pallarnar í Norðsjónum. Men ein fortreyt er tann, at netið til havs verður fíggjað og útbygt av Statnett og øðrum sigur felagið.
Equinor hevur áður sagt, at tað ætlar at minka um útlátið við fimm mió. tonsum av CO2 innan 2030, og her er elektrifiseringin mest týðandi amboðið til tess at røkka á mál. Frá 2030 hevur Norra møguleika at økja um sína framleiðsluorku, sum svarar til fimm ferðir meira streym frá havvindi enn tørvur er á landgrunninum. Tá kann havvindur gerast ein týðandi framleiðari av streymi, sum kann nýtast á meginlandinum ella útflytast. Hetta sigur verkætlanarstjórin hjá felagnum Henriette Undrum við VG.
Umframt havvind verður flutningur og goymsla av CO2 eitt av nýggju kjarnuøkjunum hjá Equinor, sum metir, at tað kunnu skipast 10 til 15 CO2 goymslur undir Norðsjónum, sum kunnu nøkta tørvin hjá mongum ídnaðarfyritøkum í Evropa, ið vilja sleppa av við útlátið.
Men tað verður ikki steðgað við hesum báðum menningarøkjunum, havvindi og CO2 goymslu. Equinor fer eisini at menna vetni, sum felagið metir fer at vera ein týðandi orkukelda í framtíðini.
Talan er um kalt blátt vetni, ið byggir á nátúrgass. Bæði ES og Bretland tosa nógv um at brúka vetni í framtíðini. Í løtuni tosar Equinor við kundar í Bretlandi, sum vilja vera partur av vetnismenningini. Eisini stálídnaðurin og aðrir ídnaðarkundar vilja hava vetni. Her er Equinor í eini serstøðu, tí felagið kann bæði framleiða nátúrgass, sum skal nýtast í vetnisframleiðsluni, umframt at goyma CO2 útlátið frá hesi framleiðsluni undir Norðsjónum. Men hetta hevur skund sigur norski stjórin og vísir til, at eisini fleiri onnur lond eru farin at leggja seg á vetnisleiðina. Men fortreytin fyri at alt hetta kann eydnast er, at eisini onnur feløg og fyritøkur og eisini tað almenna vera partur av menningi. Í Norra hava bæði LO og NHO sagt vera vera við. Nú fer so innbjóðingin víðari til aðrar tættir í samfelagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Bæði í Norra og í Bretlandi verður arbeitt við at menna vindorkuna til tess at veita streym til olju- og gasspallar - fyri at minka munandi um CO2 útlátið
Bretski olju- og gassmyndugleikin, 0GA hevur avgjørt at lata 10 mió. kr. sum stuðul til tann, sum kann koma við bestu ætlanunum til at elektrifisera tvs. veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Endamálið við hesi verkætlanini er at skunda undir arbeiðið at reka alla olju- og gassframleiðslu við streymi frá eitt nú vindmyllum til lands og til havs. Hesir pallar verða í dag riknir við gassi ella diesel frá egnari framleiðslu og hevur tað stórt útlát við sær.
Hetta er eisini nakað, sum verður raðfest sera høgt í Norra, har m.a. Equinor hevur tikið stig til eina milliarda ætlan á grønu kósini, sum m.a. miðjar móti loysnum, sum kunnu elektrifisera oljupallar.
Stigtakararnir til ætlanina vilja finna fram til bestu loysnirnar bæði tøkniliga, verkliga og handilsliga til at gera elektrifisering til veruleika. Vinnandi hugskotini fáa lut í teimum 10 mió. kr., sum eru settar í grunnin, innan 1. apríl 2022.
Sjálvur raksturin av oljupallum stendur fyri tveimum triðingum av útlátinum frá olju- og gasspallum. Roknað verður við, at verða olju- og gasspallar riknir við orku frá antin streymkaðalum úr landi ella frá eini havvindorkulund nærhendis, so kann tað minka so mikið munandi um CO2 útlátið, sum svarar til árliga útlátið frá øllum húsarhaldum í einum býi á stødd við Liverpool.
Í Hetlandi verður nú av álvara arbeitt við at menna vindorkuna m.a. til at kunna veita streym til mongu oljupallarnar bæði eystan og vestan fyri Hetland og eisini til grønar orkuætlanir so sum menning av vetni.
At oljufeløg fara at keypa streym frá vindorkufeløgum kann eisini vera við til at stuðla uppundir framleiðsluna av varandi orku so sum vindorku.
Stjórin í OGA, Oil and Gas Authority, Andy Samuel sigur í eini viðmerking, at elektrifisering av olju- og gassfeltum er ein týðandi partur av loyvunum hjá ídnaðinum at liva upp til krøvini um málið at minka um útlátið, sum finst í nýggja sáttmálanum millum vinnuna og myndugleikarnar í Bretlandi, “The North Sea Transition Deal”. Hetta er eisini ein einastandandi góður møguleiki hjá ídnaðinum at stuðla menningini av vindorku til havs við eitt nú nýggjum insfrastrukturi, sum fer at vara langt inn í framtíðina og eisini aftaná olju og gass.
Avgerðin hjá oljumyndugleikanum at seta 10 mió. kr. í grunn til at finna loysnir innan elektrifisering av oljupallum kemur eftir, at stjórnin hevur bundið seg til samstarvsavtalu við vinnuna, The North Sea Transition Deal, sum skal stuðla upp undir komandi byrjanina til at útgera og reka pallar við vindorku.
Bretski ráðharrin fyri orku og klimabroytingum, Greg Hands, sigur: -Við okkara kolveltandi North Sea Transition Deal, hjálpa vit olju- og gassvinnuni í skiftinum til eina framtíð við lægri útláti. Nýggi grunnurin við hesum 10 mió. kr. vísir, at vit vilja taka stig á leiðini, so vinnan kann menna infrastrukturin fyri harvið at kunna minka um útlátið frá framleiðsluni í Norðsjónum.
-Ikki bert fer hetta at hjálpa olju- og gassvinnuni at minka um teirra útlát, hetta kann eisini vera við til at stuðla teimum, sum vilja menna vindorku til havs, sum harvið geva sítt íkast til grøna skiftið - við grønari tøkni og varandi orku í Bretlandi.
OGA hevur arbeitt sera virkið við at marknaðarføra elektrifisering í oljuvinnuni í økjum í Norðsjonum og vestanfyri Hetland og hevur fingið fyristøðufeløg, ið standa fyri framleiðslunum, at arbeiða saman og skipa fyri verkstovum saman við orkusektorinum og hava harvið roynt at eggja oljufeløgunum at skunda undir gongdina.
At elektrifisera oljupallar er ein týðandi partur av arbeiðinum og visiónini hjá OGA um eitt integrerað orkubaseng í Norðsjónum: Við ymsum sløgum av elektrifisering, við at fanga og goyma av CO2, við havvindi og vetni, miðjar OGA ímóti at kunna minka um útlátið við 60%, sum aftur skal tryggja at rokkið verður á mál við net-zero útláti í 2050.
Bæði vinnan og stjórnin í Bretlandi halda, at samstarv millum eitt nú olju- og gassfeløgini og vindorkufeløgini kann hava alstóran og ítøkiligan týdning fyri at fremja grøna skiftið.
Tað er greitt, at tað eisini verður fylgt væl við frá føroyskari síðu, hvat fer at henda við grøna skiftinum og framhaldandi olju- og gassframleiðslu eystan fyri Føroyar. Hvør veit, um tað kemur tann dagur, tá vindorka í føroyskum havøki kann vera partur av elektrifiseringini av olju- og gasspallum eystan fyri markið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Ein dómstólur í Skotlandi vísir aftur Greenpeace kravi um at steðga oljuframleiðslu á Vorlich leiðini í Norðsjónum
Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace vildi hava rættin at taka aftur loyvi frá oljufeløgunum BP og Ithaca at framleiðla olju á nýggjari oljuleið eystan fyri Aberdeen.
Oljuvinnan í Skotlandi tekur sum vera man væl ímóti avgerðini, sum hon metir kann fáa týdning fyri aðrar oljuleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Eitt nú verður hetta stigið mett sum eitt gott tekin fyri góðkenningina av stóru oljuleiðini við føroyska markið, Cambo, sum bíðar eftir endaligu góðkenningini av útbygging.
Víst verður eisini á, at um rætturin hevði tikið kravið frá Greenpeace til sín og tikið aftur framleiðsluloyvið frá teimum báðum oljufeløgunum, tá hevði hetta kunnað verið ein verulig hóttan móti øllum teimum mongu útbyggingum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum eru í stoypiskeiðini.
Greenpeace fór í rættin við Vorlich, tí tað metti, at stjórnin hevði forbrotið seg móti lógum, sum skulu verja veðurlagið. Í dómsúrskurðinum segði dómarin, at talan var ikki um lógarbrot, tá oljufeløgini fingu grønt ljós at byggja oljukelduna út fyri tveimum árum síðani.
Greenpeace sigur í eini viðmerking til dómin, at hann er ein sigur fyri olju- og gassídnaðin. Tey fara at appelera dómin til hægri rætt.
Málið fær nógva umrøðu í flest øllum miðlum í Bretlandi, tí úrskurðurin kemur beint undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í næstum. Har er tvídráttur millum øðrumegin umhvørvisfelagsskapir og hinumegin vinnuna.
Umhvørvisfólk siga, at myndugleikarnir eiga ikki at geva loyvi til oljuútbyggingar, tí tað gongur beint ímóti veðurlagspolitikkinum. Vinnan sigur, at Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verða ongar útbyggingar loyvdar, so fer landið at vera bundið at innflutningi av olju úr londum, sum als ikki halda seg til minstakrøvini til útlát. At nokta útbyggingum fyri at skerja útlátið í Bretlandi vil bara hava við sær, at útlátið verður flutt til onnur framleiðandi land, sum als ikki fremja skerjingar av útlátinum. Í løtuni liggur Cambo útbyggingin og aðrar líknandi útbyggingar í hondunum á oljumyndugleikanum OGA og í síðsta enda í hondunum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra.
Umboðsmaðurin fyri felagið hjá bretsku oljuvinnuni, Mike Tholen, sigur í eini viðmerking til dómsúrskurðin, at hann er ein sigur fyri skilvísi og orkutrygd. -Um rætturin hevði avgjørt at steðga slíkari framleiðslu, í eini tíð har Bretland tørvar bæði olju og gass, tá hevði hetta kunnað fingið fylgjur fyri samfelagið, vinnuna og framtíðina. Tað hevði skapt ótryggleika hjá teimum mongu hundrað fyritøkunum, sum arbeiða í vinnuni. Ein sigur til Greenpeace hevði tí verið ein stórur ósigur fyri flest øll onnur, sum vilja medvirka til orkutrygd og til grøna umskiftið.
Víst verður á at ein úrskurður til frama fyri Greenpeace hevði kunnað skapt fordømi fyri aðrar útbyggingar so sum Cambo, Rosebank og Clair South. Hetta eru alt oljukeldur, sum liggja eystan fyri Føroyar. Nú kann avgerðin vera við til at rudda slóð fyri umrøddu útbyggingum. Tað er tó framvegis óvist, tí trýstið á myndugleikarnar at sýta fyri nýggjum útbyggingum, er sera stórt í løtuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Talið á løntakarum í september 2021 var um 27.400 – Talan var um 14.000 menn og 13.400 kvinnur
Talið á løntakarum í september var góð 27.400, ið er stívliga 500 fleiri enn sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.
Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir tó, at vøksturin í løntakaratalinum seinastu mánaðirnar hevur verið avtakandi.
Í september vóru um 14.000 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn í september í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum, sæst, at vøkstur er í privatu tænastuvinnunum, meðan vøksturin í greinini "almennari o.a. tænastu" er steðgaður upp. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
1. oktober var hátíðarhald í Sunda kommunu í sambandi við, at Sverri Thomsen hevði 20 ára starvsdag
Fríggjadagin 1. oktober hevði Sverri Thomsen 20 ára starvsdag sum umsjónarmaður hjá Sunda kommunu.
Hetta varð hátíðarhildið við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju í skúlanum í Hósvík.
Tekniski leiðarin í kommununi, Lillian Jacobsen segði nøkur orð og handaði Sverra eina gávu, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021
Altjóða grøna umskiftið til varandi orkukeldur gongur alt ov seint skulu vit røkka veðurlagsmálunum sigur Altjóða orkustovnurin, IEA.
- Vit gera ikki nógv mikið til tess at nøkta framtíðar orkutørvin, sigur Fatih Birol, stjóri í IEA og sipar her til manglandi íløgur í varandi orku. Stovnurin hevur júst givið út enn eina frágreiðing um orkustøðuna í heiminum, “World Energy Outlook”. Hann sigur, at ótryggleikin skapar gróðrarbotn fyri eini sera óstøðugari tíð fyri framman. Sosialu og búskaparligu fyrimunirnir við at skunda undir menningina av varandi orkukeldum eru stórir, og lata vit bara standa til, so fara útreiðslurnar at vera sera stórar, sigur hann.
Seinasta IEA frágreiðingin, sum oftani kemur við tilmælum til bæði tað almenna og privata, kemur nakrar fáar vikur undan komandi veðurlagsráðstevnuni Cocp26, sum verður í Glasgow um mánaðarskiftið.
IEA skrivar, at hóast stór framstig verða gjørd at menna varandi orkuna, eitt nú setti 2020 met við nýggjum elriknum akførum, so er framgongdin við reinari orku framvegis alt og lítil til tess at minka munandi um CO2 útlátið fyri at røkka eina avmarkan í hitavøkstrinum uppá 1,5 stig, sum varð avtalað í París í 2015. Umframt politiska viljan at gera nakað, so staðfestir IEA, at tríggjar ferðir størri íløgur mugu gerast í varandi orku komandi 10 árini enn higartil.
Stovnurin reksar upp fleiri ymiskar støður í framtíðini. Í einum føri fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2025, og eftir tað fram til 2050 minka til 70 mió. tunnur um dagin. Í eini aðrari støðumeting fer eftirspurningurin eftir olju at koma í hæddina í 2030 osfr.
Men til tess at kunna røkka “Nett Zero Emissions” málinum í 2050, og sum varð samtykt í Parísavtaluni, má oljunýtslan ikki vera hægri enn 25 mió. tunnur um dagin í 2050 - í mun til tær umleið 95 mió. hon er í dag. Og við slíkari støðu verður roknað við, at tað ikki verður neyðugt við nýggjum olju- og gassútbyggingum. Hvat viðvíkur eftirspurninginum eftir gassi, so fer hann undir øllum umstøðum at vaksa komandi fimm árini men eftir tað eru óvissurnar stórar.
Skal eydnast at røkka nett zero málinum í 2050 má framleiðslan av varandi orku undir øllum umstøðum vera millum 40 og 70% og í onkrum føri enn hægri. Í dag er hon 10%.
Stjórin í IEA, Byrol segði í samrøðu við BBC á middegi, at hann vónar, at serstakliga tær ríkastu tjóðirnar í heiminum fara at ganga á odda á komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í næstum og binda seg til at brúka hundraðtals mia. kr. til eisini at stuðla fátækari londum at menna varandi orku og minka um útlátið. Hvussu torfør støðan er vísa nýggjastu útmeldingarnar frá eitt nú India, sum stendur fyri triðmesta útlátinum í heiminum og sum í løtuni fyrireikar stórar útbyggingar av kolaorkuverkum fyri at kunna varðveita verandi orkuveiting til landsins íbúgvar. 70% av orkuframleiðsluni í India stavar frá koli. Umleið sama støða er galdandi í Kina, sum hóast stórar íløgur í varandi orku, kortini fer at hava tørv á koli í orkuframleiðsluni í mong ártíggju.
Keldur: BBC, Shipping Watch, E24, Energy Voice
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Skipa fyri navnakapping og uppskotini skulu vera inni 3. november
Mentanarhúsið hevur verið eitt arbeiðsheiti, og nú sóknast kommunan eftir einum navni til verkætlanina sum fevnir um gamla Posthúsið, sum varð bygt í 1967 og eina stóra høll, sum verður bygd afturat.
Húsið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar, har tað kunnu sita 380 fólk inni í høllini. Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur, byggir og skal reka húsið.
Endamálið við húsinum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, við sjónleik, kvøldsetum, upplestri, sangi, tónleiki, fundum, framsýningum, ráðstevnum og ymiskum øðrum.
Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi, í tí mentan her býr og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki.
Bygningurin er ikoniskur í skapi og brúki og kann lata endaveggin á pallinum upp oman móti og Vágsbøi.
Høllin hevur í skapi verið kallað eitt “tíðarbrot” – brot úr klokkuni. Ein steinur ella skrín, ið liggur í lendinum, sum letur seg upp í myrkrinum, har alskyns leikur spretta úr og spæl er inni har.
Í bygninginum, har umframt stóru høllina eisini er ein kafé, smærri spælistøð, verkstøð, skrivstovur, framsýningarstøð og ein býarsalur, skulu øll kenna seg væl og vera vælkomin – ein spennandi bygningur við einum vøkrum navni, sum tú setur á.
Soleiðis luttekur tú:
Uppskotið skal latast inn í tveimum aftulatnum brævbjálvum:
• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan “Navnakapping Mentanarhúsið”.
• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan ”Luttakari og uppskot”.
Uppskot skulu sendast til:
Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postsmoga 2
FO-710 Klaksvík
og verða grunninum í hendi í seinasta lagi 3. november 2021 kl. 12.
Tað er stýri fyrð Grunnin handan mentanarhúsið, sum er dómsnevnd og skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini.
Vinnarin fær í virðislønin fyri vinnandi uppskotið kr. 10.000,-.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Síðan "Squid Game" gjørdist tøk á Netflix 17. september hava yvir 111 milliónir brúkarar hugt eftir henni
Koreanska Netflix røðin "Squid Game" er nú vorðin teirr best umtókta debutrøð nakrantíð, upplýsir stroymingartænastan.
Í vikuni varð boðað frá, at 111 milliónir brúkarar vóru byrjaðir at hyggja eftir røðini, síðan hon gjørdist tøk 17. september.
"Squid Game" tekur útgangsstøði í einum ódámligum heimi, har fátækir borgarar í Suðurkorea og borgarar við nógvari skuld verða bodnir at kappast móti hvørjumøðrum í siðbundnum barnaspølum sum partur av einum "gameshow".
Meðan vinnarin kann forvinna fleiri milliónir í reiðum peningi, verða tapararnir dripnir.
Sambært Ritzau er "Squid Game" komin ovast á Netflix hitlistanum í fleiri enn 80 londum, og á sosialu miðlunum verður eisini nógv tosað um hesa røðina.
Ein onnur røð hjá Netflix, sum var sera væl umtókt, tá hon fyrst kom út 1. jóladag í fjør, er "Brigdgerton", sum snýr seg um eina eingilska yvirstættafamilju fyrst í 1800-talinum. Í fyrstu vikunum hugdu 82 mió. húsarhald eftir røðini,og inntil "Squid Game" kom út, var hetta mest sædda Netflix-røðin.
Í hesum tølunum telur Netflix allar brúkarar við, sum hava sæð í minsta lagi tveir minuttir av einum parti.
Røðin kann bæði síggjast á upprunamálinum við undirtekstum og við eingilskari talu, og hetta hevur hjálpt við at víðka um hyggjaraskaran.
Við røðum sum "Squid Game" roynir Netflix at víðka um úrvalið av tilfari á øðrum máli enn eingilskum.
"Squid Game" verður eisini sæð sum eitt dømi um vaksandi ávirkanina, sum Suðurkorea hevur á altjóða popmentanina. Røðin fylgir eitt nú í fótasporunum á k-popbólkinum BTS og Oscar-vinnandi filminum "Parasite", sum bæði eru vorðin sera vælumtókt kring heimin.
Í februar boðaði Netflix eisini frá, at stroymingartænastan fór at brúka 500 milliónir dollarar í ár til framleiðslu av filmum og røðum í Suðurkorea. Hetta svarar til uml. 3,2 milliardir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Almenna grønlendska fyritøkan við føroyingi í stjórasessinum skiftir í hesum døgum navn
Grønlendska fjarskiftisfelagið og postfelagið við føroyingi í stjórasessinum, fer nú frá Tele-Post navninum. Nýggja navnið er Tusass.
Á føroyskum merkir nýggja navnið “Vit hoyrast”, og hevur verið brúkt í almennu grønlendsku fyritøkuni áður. Navnið varð á fyrsta sinni brúkt fyri 20 árum síðani sum heitið á talutíðartænastuni.
- Tusass er eitt gott grønlendskt orð, sum er lætt at úttala og minnast, bæði her heima og uttanlands. Tað er eitt navn, sum vit øll kenna, og sum nú fær ein nýggjan og breiðari merking, sigur forstjórin í Tusass, Kristian Reinert Davidsen.
Tusass er tjúgunda navnið hjá 150 ára gomlu fyritøkuni.
Kristian Reinert Davidsen var stjóri í Føroya Tele í árunum 2006 til 2015.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Catharina-Amalia krúnprinsessa kann gifta seg við einari kvinnu uttan at missa pláss sítt í arvafylgjuni, staðfestir hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte
Hollendska krúnprinsessan, Catharina-Amalia kann gifta seg við einari kvinnu uttan at missa pláss sítt sum tann fyrsta í hollendsku arvafylgjuni. Tað ger hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte greitt.
Hóast krúnprinsessan bert er 17 ár og enn ikki hevur boðað frá nøkrum ætlanum um at gifta seg – hvørki við kvinnu ella manni – er spurningurin herfyri vorðin aktuellur, eftir at tað í fleiri bókum framgongur, at eini kongshjún í Hollandi ikki kunnu vera av sama kyni.
Mark Rutte heldur tó, at tíðirnar eru broyttar, síðan reglurnar vórðu gjøgnumgingnar í ár 2000.
– Stjórnin heldur, at ein trúnarvingur eisini kann gifta seg við einum persóni av sama kyni. Tí heldur stjórnin ikki, at ein arvingur ella kongur skal leggja frá sær, um hann ella hon ynskja at giftast við einum maka av sama kyni, sigur hann við hollendska tingið.
Spurningurin um komandi børnini hjá hesum hjúninum er enn ikki avgreiddur, men tað loysir seg heldur ikki at taka støðu til nú, heldur Mark Rutte.
Í ár er eisini 20 ár síðani, at Holland, sum fyrsta landið í heiminum, loyvdi samkyndum pørum at fara saman í hjúnalag. Tað hendi í 2001.
Hollendska tjóðartingið skal góðkenna eitt kongaligt hjúnaband, og tað er fyrr komið fyri, at limir í hollendska kongshúsinum hava sagt teirra pláss í arvafylgjuni frá sær fyri at kunna gifta seg við tí persóninum, sum tey ynskja, uttan góðkenning, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Bretski prinsurin finst at ríkmonnum, sum bjóða privatar ferðir út í rúmdina
Bretski William prinsur finst at ríkmonnum, sum bjóða privatar rúmdarferðir.
Heldur burdu teir savnað seg um at loyst trupulleikarnar á Jørðini, heldur hann.
Hildið verður, at hann sipar til Jeff Bezos, ríkasti persónur í heiminum og stovnari av Amazon, og Elon Musk, stovnari av Tesla, og bretska vinnulívmanninum Richard Branson.
– Vit hava brúk fyri, at nakrar av gløggastu høvdunum savna seg um at royna at gera ábøtur á hesari gongustjørnuni, og ikki um at finna næsta staðið at búseta seg, sigur prinsurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á viðmerkingum hjá Elon Musk um ferðir til Mars og um viðmerkingar hjá Jeff Bezos um, at rúmdarferðirnar eru ein liður í arbeiðnum at seta á stovn eina farleið út í rúmdina, so komandi ættarliðini kunnu hava eina framtíð.
– Vit fara at byggja eina farleið út í rúmdina, so okkara børn og teirra børn kunnu byggja eina framtíð. Tað noyðast vit at gera. Vit noyðast at gera hetta fyri at loysa trupulleikarnar her á Jørðini, segði Jeff Bezos m.a.
William prinsur er ikki einasti limurin í bretska kongshúsinum sum seinastu tíðina alment hevur sagt sína hugsan um veðurlagsbroytingar. Tá BBC tosaði við pápa hansara, Charles prins, herfyri, heitti hann á heimsleiðarar um at møta upp til ST-veðurlagstoppfundin, sum verður í Glasgow í november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Í februar varð eitt granskingarlið sent til Kina at kanna málið, og nú ætlar Heimsheilsustovnurin, WHO at gera enn eina roynd
Eitt nýtt granskingarlið frá Heimsheilsustovninum, WHO skal eftir ætlan til Kina at kanna upprunnan av nýggja koronavirusinum, sum byrjaði at gera um seg í Kina fyri nærum tveimum árum síðani.
Sambært WHO skal granskingarliðið kanna, um virusið fór frá djórum til menniskjum á fleiri marknaðum í kinesiska býnum Wuhan, sum mann áður hevur hildið, ella um virusið av misgáum slapp úr einari kanningarstovu.
Eitt granskingarlið frá WHO fór til Kina í februar, og tá varð niðurstøðan, at virusið helst kom frá einari flogmús, men at tørvur var á at gera fleiri kanningar.
Mike Ryan, kreppustjóri hjá WHO sigur, sambært Ritzau, at hendan nýggja granskingarferðin kann vera seinasti møguleiki fyri at fáa staðfest upprunnan til nýggja koronavirusið, sum fekk allan heimin at steðga upp.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóði hjá WHO, hevur áður ásannað, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið torført, og Maria Van Kerkhove, smittuverjufrøðingur hjá WHO sigur seg nú vóna, at stovnurin sleppur at seta nýggjar kanningar í verk í Kina.
Chen Xu, ST-sendimaður hjá Kina í Genéve, sigur tó, at niðurstøðan frá seinastu kanningini var sera greið, og at mann eigur at senda granskarar til onnur støð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Føroyska liðið fekk til tíðir kroyst Eysturríki væl, men tað manglaði góðska á síðsta triðinginum, og eitt tilvildarligt mál tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi tað ov tungt
Føroyska A-landsliðið hjá monnum legði nógva orku í HM-undankappingardystin móti Eysturríki. Hetta var fjórðu ferð í søguni, at Eysturríki var gestur í undankappingardysti. Í tveimum av hesum dystunum hava Føroyar lagt seg á odda og eftir málmøguleikunum fyrstu 23 minuttunum at døma, so burdu tað eisini verið soleiðis hesuferð.
Næstan beint eftir ein av teimum stóru møguleikunum, tí seinna av slagnum hjá lívliga René Shaki Joensen, varð liðið hjá Håkani Ericson revsað fyri at standa høgt uppi á vøllinum og royna at trýsta, og fyri at at tað ikki hekk 100 prosent saman í verjuskipanini. Áleyparin Ercan Kara varð sendur avstað og rann frá Oddmari Færø. Komin inn í brotsteigin í høgru spældi hann útfrá til Konrad Laimer úr RB Leipzig, ið var eirindaleysur og so var 1-0: Kalt og kyniskt frá einum eysturrískum liðið, sum á ongan hátt spældi føroyska liðið niður í dystinum, hóast liðið hjá Foda hevði bóltin væl meira.
Seinna málið var heppið. Gilli Rólantsson fekk ikki ruddað heilt burtur, men Marcel Sabitzer megnaði bert at koma til skotið, tí bólturin sprakk til hann eftir ein nærdyst við Oddmar. Bayern-miðvallarin royndi bara at smekka til úr áleið 25 metrum, skotið var ikki á veg í mál, men rakti eitt føroyskt bein, síðani stongina og Teitur Matras Gestsson, ið hevði tvær heilt góðar bjargingar í dystinum, kundi bert hyggja eftir bóltinum, tá hann fór í málið.
René Shaki Joensen vísti seg væl fram sum høgri kantur ístaðin fyri skaðaplágaða Sølva Vatnhamar, men fekk ikki gangnýtt møguleikarnar - Laimer (20') skoraði til 0-1
Vístu energi - manglaðu kynismu
Nógva orkan ið varð lagt í høga trýstið og nógvu ágangandi offensivu renningarnar kostaðu í villum og óuppmerksemi í verjustøðu. Føroyska liðið kom eisini í nógvar góðar álopskendar støður, men góðskan í avgerandi støðan, og í ávísan mun hepni, manglaði.
Jóan Símun Edmundsson byrjaði dystin væl, men megnaði ikki at vera avgerandi sum fremsti maður, hóast toftamaðurin var árvakin heilt tíðliga í dystinum og hevði skorað, tá hann kastaði seg fram til ein returbólt, um ikki Bachmann í málinum vísti góð refleksir og gott hegni.
Jóan Símun spælir ikki sum einsamallur fremsti maður í sinum felagi, men hevði hendan leiklutin fyri Føroyar tríggjar fjórðingar av dystinum
Hallur spældi fyri fyrstu ferð í beint yvir ein mánað 90 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hallur Hansson rann og stríddist sum vant heilt nógv og væl og var væl uppi í trýstinum og í nøkrum bóltflytingum, men misti eisini bóltin heldur ofta, og veruleikin sást í avgerðum og atgerðum seinnu hálvu av seinna hálvleiki: At hann er heldur rustaður og ikki dystarskarpur - liðformaður landsliðsins hevur ikki havt eitt felag og spælt annað enn landsdystir í næstan fýra mánaðir
Brandur Hendriksson kom ikki eins nógv á bóltin sum vanligt - tað var týðiligt at eysturríkar ansaðu væl eftir skálvíkinginum, og tað at dystarætlanin hjá Føroyum í dag var meira beinleiðis enn í undanfarnu dystum. Tá Brandur fekk hann var hann tó róligur, helt sum oftast ógvuliga væl uppá hann og fann góðar alveringar. Góðskan í deyðbóltunum manglaði tó í dystinum, og tað var helst ein góð mynd; eins og tá Gilli og Viljormur komu till innlegg, ella René og Ári runnu væl inn í sekstan-meturin: Tann seinasta góðskan manglaði síðsta partin av vøllinum.
Myndir: Jens Kr. Vang
Roynt varð at satsa álopskent við innskiftingunum um miðjan seinna hálvleik, men hóast debutanturin Hannes Agnarsson hevði nøkur heilt góð trekk og hótti djúpt, Bjartalíð kom væl inn aftur í sínum come-bakki, og Klæmint stríddist sum vant har frammi, so var sami veruleiki, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur aftur um, hvussu stigini skuldu býtast.
Tað bendi tó ongnatíð á ein heilt greiðan eysturrískan sigur, hóast útiliðið kundi fingið okkurt mál afturat og/ella brotsspark. Longu útsspørkini hjá Teiti upp á serliga Gunnar Vatnhamar, umframt ágangandi føroyskt spæl í pørtum, góvu Eysturríki trupulleikar, og Skansin livdi sum vant ógvuliga væl við allan vegin. Alaba og hinir fingu tó tann sigurin, ið teir so harðliga høvdu tørv á, og Håkan Ericson, hansara toymi og hansara leikarar, skulu nú venda eyguni móti dystinum móti Skotlandi her týskvøldið.
HM-undankappingarbólkur F - sætta umfar
Tórsvøllur, 09.10
Føroyar - Eysturríki 0-2 (0-2)
25' Konrad Laimer 0-1
48' Marcel Sabitzer 0-2
Føroyar: Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (67' Klæmint Andrasson Olsen), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (67' Hannes Agnarsson) - René Shaki Joensen (67' Jóannes Bjartalíð), Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson (86' John Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021
Tað varð áleið sum ímóti Danmark: Eitt flott føroyskt avrik á einum ógvuliga lívligum Tórsvølli móti liði úr oddinum, har tað var málleyst, til fáir minuttir vóru eftir - men so kom eitt innlegg úr høgru, ið varð beint í føroyska málið
Í fyrra hálvleiki vóru føroysku møguleikarnir har, og okkara høvdu eisini bóltin útvið eins nógv sum teir í myrkabláum. Men fyrstu tjúgu minuttirnir í seinna hálvleiki tyktust sum eitt langt skotskt trýst, tó uttan at útiliðið kom til veruligar møguleikar.
Í mun til fyri stegðin komu skotar til nógv fleiri innlegg í øðrum hálvleiki. Hetta gav fleiri vandamiklar støður, men trý-mans miðverjan, saman við hinum, handfór so at siga allar støðurnar væl.
Í 66. minutti fingu føroyingar endiliga tamarhald á bóltinum og høvdu pláss og dirvi at fyrst halda uppá hann og síðani fara avstað. Brandur Hendriksson sneiddi sær í eyðkendum stíli væl mitt á vøllinum og sá síðani, at Gilli Rólantsson var í ferð við at renna framvið Andy Robertson. Liverpool-bakkurin og skotski liðformaðurin megnaði ikki at fáa fatur á skjóta tvøramanninum, ið komin inn í brotsteigin sneddi inneftir, fann Hall Hansson, ið royndi at skrúa bóltin inn, men hann fór framvið.
Løtu seinni kom orkuríki Ári Mohr Jónsson, ið var farin aftur á vongbakkin fyri skadda Viljorm Davidsen, til tvær góðar innleggsstøður - fyrst og fremst tí eyðsýndi Jóan Símun Edmundsson sum ikki einaferð hevði tikið bóltin væl til sín og funnið ein liðfelaga. Skotar komu fyri í báðum førum, og sum heild gjørdist talan um støður heldur ella føroyskir møguleikar eftir steðgin.
Jóan Símun Edmundsson kom til ein góðan málmøguleika næstan beinanvegin og fekk í fleiri førum væl tikið bóltin til sín og skapt nakað (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað snúði seg fyrst og fremst um at verja, og tað gjørdu teir hvítkløddu samanlagt ógvuliga væl. Í 75. minutti fekk Ári ikki avgreitt støðuna nóg væl, men Teitur bjargaði ógvuliga væl við einari fótparadu. Tríggjar minuttir seinni fingu skotar stúta, eftir eitt gott innlegg úr vinstru, men aftur var HB-málverjin væl fyri - tvær ferðir hevði Billy Gilmour tvær fínar skotroyndir av brotsteigarmarkinum, ið báðar fóru framvið.
Tað sá út til, at tað fór at enda við málleysum javnleiki, men so fingu skotar brádliga ov nógv pláss til høgru, og Lyndon Dykes fekk líka runnið seg frían inni í brotsteignum og heppið beint bóltin í føroyska málið, og so vaknaði Tartan Army brádliga yviri í horninum við svimjihøllina, har teir annars lívligu skotarnir annars høvdu staðið frustreraðir leingi.
Tá vóru fimm minuttir eftir, og hóast sjey minuttir vórðu lagdir afturat og álopskendar útskiftingar, so megnaðu Føroyar ongantíð at leggja trýst á. Skotland spældi klókt, hildu tamarhald á bóltinum og fingu trý stig. Hóast skotar samanlagt vóru omaná, tá tað millum annað verður hugt eftir tí at hava bóltin og tal av skotum mótimálinum, so kundu - og burdu - føroyingar fingið stig burturúr á Tórsvølli í kvøld.
HM-undankapping, bólkur F
Tórsvøllur, 12.10
Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
86' Lyndon Dykes 0-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (59' Hørður Askham), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (59' Petur Knudsen) - Hallur Hansson (L - 90' John Frederiksen)), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson (90' Klæmint Andrasson Olsen)
4.233 áskoðarar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Fjepparadysturin á Ovara vølli endaði 8-1 til Skotland
Týsdagin brustu føroyska fjepparafelagið Skansin og skotska fjepparafelagið Tartan Army saman á Ovara vølli í Havn.
Høvið var sjálvsagt A-landsdysturin millum Føroyar og Skotland, og í tí sambandi vóru fleiri hundrað skotskir fjepparar komnir hendan vegin.
Skotar, sum annars eru fryntligt fólkaslag í kilti, vóru ikki blíðir við okkara menn á vøllinum. Teir vunnu heili 8-1.
Undan dystinum var ein lítil samkoma í Grasagarði, har skotsku fjeppararnir handaðu Javna peningagávu upp á góðar 26.000 krónur.
Peningurin skal brúkast til at gera Grasagarð betri atkomuligan fyri øll.
Nakrar myndir av Ovara vølli:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Umframt tær 26.000 sum skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið Javna, hevur innsavningin hjá Skansanum givið 50.000 krónur
Skotska fjepparafelagið The Tartan Army hevur latið 3.000 pund ella 26.000 danskar krónur til Javna fyri at gera Grasagarð betri atkomuligan fyri øll.
Føroyska fjepparafelagið Skansin hevur eisini havt eina innsavning, og hevur savnað heilar 50.000 krónur, sum fara óskerdar til Javna.
Sostatt eru 76.000 krónur komnar inn í kassan hjá Javna í dag til vælgerandi endamál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Tað endaði 1-0 í Parkini, og harvið kundu danir stórfegnast. Um ein mánað verður HM-veitsla, tá Føroyar vitjar. Ísrael vann 2-1 á heimavølli móti Moldova, men tað verður allarhelst Skotland, ið fær playoff-plássið
- Átta dystir, átta sigrar, 27 skoraði mál, einki ímóti. Danmark hevur ikki bert spælt seg til HM-endaspælið. Teir hava spælt seg til tað á serstakliga flottan hátt.
Nakað soleiðis skrivar FIFA á sínari Twitter-síðu. Eftir 1-0 sigurin hjá Danmark á Eysturríki í Parkini í týskvøldið er greitt, at liðið hjá Kasper Hjulmand skal spæla endaspæl í Katar november-desember næsta ár, og at liðið framvegis bert hevur vunnið í kappingini og einki mál latið inn.
Hesi bæði seinastu punktini vóru Føroyar sera nær við at broyta uppá á Tórsvølli, men tað fyrsta hevur tað so at siga ongantíð verið nakar ivi um: Danmark hevur verið nógv tað besta liðið í bólkinum, og tá føroyingar koma at vitja um júst ein mánaða, verður tað HM-veitsla í Parkini, sum aftur í kvøld var stúgvandi full.
Tað var hvirluvindurin í vinstru síðu, Joakim Mæhle, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Tað kom í 53. minutti, og so kundi tey allarfelstu av teimum útvið 40.000 fólkunum fegnast.
Ísrael vann sum væntað á Moldova, og er harvið framvegis fýra stig aftanfyri Skotland, sum við sigrinum á Tórsvølli nú kann spæla tryggja sær playoff-pláss í komandi dystinum, sum er í Moldova. Ísrael skal vinna á Eysturríki, sum nú ongan møguleika hevur, og síðani á Føroyum, og samstundis vóna at skotar ikki vinna í november.
HM-undankappingarbólkur F
8. umfar - 12.10
Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
Danmark - Eysturríki 1-0 (0-0)
Ísrael - Moldova 2-1 (1-0)
1. Danmark 24 stig *
2. Skotland 17 stig **
3. Ísrael 13 stig
4. Eysturríki 10 stig
5. Føroyar 4 stig
6. Moldova 1 stig
Komandi umfar - 12. november:
Danmark - Føroyar
Eysturríki - Ísrael
Moldova - Skotland*
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Donsku kvinnurnar vóru fullkomiliga eirindadaleysar og vunnu við tjúgu málum. Klassamunur var, men Føroyar fingu sítt álopsspæl betri at koyra eftir steðgin
At tað er ógvuliga stórur munur á donskum og føroyskum hondbólti er helst eingin ivi um. Um tað yvirhøvur var tað, so er tað ruddiliga staðfest í Høllini á Hálsi sunnudagin - í øllum førum at danska kvinnulandsliðið er nógv betri enn tað føroyska; júst tjúgu mál á degnum.
Tað gingu yvir ellivu minuttir til Føroyar skoraðu eitt mál. Tað gingu næstan tjúgu minuttir, til Føroyar skoraðu í "opnum spæli", meðan Danmark var í yvirtali. Bert fimm ferðir í fyrra hálvleiki fór bólturin framvið Sandru Toft. Tað var ein risastórur trupulleiki at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá Danmark, ið var ógvuliga stinn í fyrra hálvleiki og var ágangandi og við nógvari hugsavnan. Sterki og høgi miðblokkurin gjørdi so at siga ómøguligt at fáa nøkur hoppiskot, tó at Turið Arge Samuelsen, sum í løtum spældi í bakketuni, skoraði tvey sera góð slík. Tað var eydnaðist eisini sjálvdan at koma á kant, og tá tær føroysku komu til skot, so var ein av heimsins allarbestu málverjum ofta fyri. Serliga stongdi Sandra Toft so at siga, tá skot komu frá vonginum.
Í øðrum hálvleiki gekst væl betri at skora, men Danmark vísti ikki nógva náði, og hóast fleiri broytingar í mun til í fyrra hálvleiki, so skoraði útiliðið fleiri mál enn í fyrra. Nakrar ferðir gjøgnum dystin fekk føroyska verjan staðið ímóti, og Annika Fríðheim Petersen hevði níggju bjargingar, men Danmark spældi við ferð, styrki og góðsku og tað er sigandi, at allir útispælararnir fingu mál.
Jana Mittún brýtur ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm)
Samanumtikið var klassamunur. Føroyska spælið var til tíðir merkt av nógvum tekniskum villum og feilmetinum, men glottar vóru at hóma - serliga í fleiri av álopinum í øðrum hálvleiki, har millum annað Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg høvdu góðar atgerðir, 17-ára gamla Jana Mittún hevði tvey flott gjøgnumbrotsmál og Lív Poulsen kom inn og skoraði tvær ferðir av vonginum. Føroyar misnýttu tvey brotsskøst - Maria Halsdóttir Weyhe og Súna Krossteig Hansen hvør sítt, men Maria lobbaði frekt ta fyrsta av slagnum, og Súna skoraði tvey trygt og gjørdist føroyskur toppskjútti.
Lív Poulsen skorar av vonginum (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar spælir aftur í mars, tá 3. og 4. umfar í bólkinum er á skránni. Tá verður talan um heimadyst og útidyst móti Eysturríki.
Undankapping til EM 2022
Høllin á Hálsi 10.10
Føroyar - Danmark 19-39 (5-18)
Dystargonngdin:
5 min: 0-3
10 min: 0-5
15 min: 2-8
20 min: 3-11
25 min: 4-15
35 min: 7-20
40 min: 9-24
45 min: 11-28
50 min: 14-33
55 min: 15-36
Málskjúttar hjá Føroyum:
Súna Krossteig Hansen 4 (2)
Turið Arge Samuelsen 3
Marianna Geirsdóttir Eystberg 3
Jana Mittún 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Maria Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Pernille Brandenborg 1
Bjarta Osberg Johansen 1
Toppskjútti hjá Danmark:
Anne Mette Hansen 6 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021
Kvinnurnar og menninir hjá H71 skulu spæla Europa Cup-dystir. Kvinnurnar spæla leygarkvøldið og sunnukvøldið móti norðurmakedónskari mótstøðu - norskt stórlið dystast við mansliðið hjá hoyvíkingum leygarkvøldið
Steypavinnararnir í føroyskum hondbólti hava valt at tikið av avbjóðingini at spæla Europa Cup-dystir - tey vunnu sær rættin til tað við at vinna grundspælið.
Menninir hjá H71 spældu í tí triðsterkastu av teimum evropeisku kappingunum - EHF European Cup - í 2019 og vunnu fyrra dystin móti Maribor Branik. Í seinna dystinum, ið eisini varð leiktur í høllini á Hálsi, vunnu slovenar tó við sjey málum.
Kyndil umboðaði fyri nøkrum árum síðani Føroyar í evropeiskum hondbólti, og nøkur ár frammanundan tað Neistin, men hetta verður fyrstu ferð í longri tíð, at eitt føroyskt kvinnulið spælir slíkar dystir og fyrstu ferð yvirhøvur hjá H71.
Kvinnurnar spæla báðar dystirnar í Føroyum - menninir til Noregs at spæla móti stórliðið
Leygardagin og sunnudagin skulu kvinnur og menninir hjá H71 spæla Europa Cup dystir í høllini á Hálsi. Kvinnurnar spæla báðar dystirnar ímóti WHC Cair-Skopje heima. Tann fyrri verður bríkslaður í gongd leygardagin klokkan 18.00 og tann seinni júst eitt samdøgur seinni.
Menninir spæla aftaná kvinnurnar leygarkvøldið, har fyrsta bríksl verður klokkan 20. Drammen er mótstøðuliðið, og júst í Drammen skulu hoyvíkingar spæla seinna dystin. Heimadysturin hjá monnunum verður leygarkvøldið kl. 20. Drammen er vanliga partur av oddastríðnum í sterku norsku deildini, og soleiðis var eisini síðsta kappingarár.
- Okkara kvinnur og menn hava brúk fyri at vit ØLL møta mannsterk upp í høllini á Hálsi at heppa á tey. Upphitingin byrjar í kantinuni í høllini á Hálsi kl.17.00. Eisini verður andlitsmáling.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
22-ára gamli B36 leikarin fekk í løtum víst seg fram í høgru síðu, eftir at hann miðskeiðis í seinna hálvleiki avloysti René Shaki Joensen
Hannes Agnarsson fekk landsliðsboð, eftir at Daniel Johansen hevði givið avboð vegna skaða.
Og leygarkvøldið fekk 22-ára gamli kanturin so møguleikan, tá hann kom inn fyri René Shaki Joensen í 67. minuttir í dystinum ímóti Eysturríki.
Hannes fekk víst sína ferð og ágrýtni, tá hann skjótt fór í kapprenning við eysturríska liðformannin og Real Madrid-leikaran, David Alaba, og fekk eina ferð eisini veruliga fjøldina í kók, tá hann tætt við baklinjuna sneiddi ein verjuleikara av og legði væl útfrá - tíverri gjørdist talan ikki um tann stóra málmøguleikan, ið tað kundi verða til.
B36-leikarin misti onkran bólt, men smæddist ikki burtur og arbeiddi hart. Við hansara "spídskompetansum", og um hann megnar at halda seg skaðafrían, so er helst greitt, at reyðhærda snarljósið fer at fáa fleiri landsdystir.
Hannes Agnarsson hevur áður umboðað øll U-landsliðni. Sambært yvirlitinum hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørdist hann leikari nummar 178, ið umboðar føroyska A-landsliðið við monnum í altjóða skrásettum dysti.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021
Ein 2-1 sigur ímóti HB hevur við sær, at felagsliðið AB/B71 hevur tryggjað sær síni fyrstu stig
Felagsliðið AB/B71 vann seinasta leygardagin síni fyrstu stig. Tað gjørdu argja- og sandoyarkvinnur tá nummar fimm við 30 stigum, HB, og aftasta lið í deildini við null stigum hittust Inni í Dal á Sandi.
HB legði seg annars á odda í 45. minutti, men í seinna hálvleiki var tað heimaliðið sum trýsti. Tá 77 minuttir vóru leiktir bragdaði, og Rebekka Katrine Klein Olsen javnaði fyri AB/B71. Lítla løtu seinni, í 81. minutti legði Judith Rasmussen heimaliðið á odda.
HB megnaði ikki at svara aftur, og AB/B71 vann sær trý stig.
AB/B71 - HB 2-1 (1-0)
45’ Ása Stórá Carlsen 0-1
77’ Rebekka Katrine Klein Olsen 1-1
81’ Judith Rasmussen 2-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. oktober 2021
Triðja árið á rað eru KÍ-kvinnurnar føroyameistarar. Tað er greitt eftir 1-0 sigur móti B36 í Gundadali sunnukvøldið
Undan dystinum millum B36 og KÍ í Gundadali seinnapartin var greitt, at vann útiliðið, høvdu klaksvíkskvinnur tryggjað sær FM-heitið triðja árið á rað.
Eitt mál kom í dystinum, og tað var liðskiparin Sanna Svarvadal, sum skeyt málið.
Tað var nokk til at enn eitt meistaraheitið fer til Klaksvíkar.
Hetta tjúgunda FM-heitið hjá KÍ-kvinnum í hesari øldini, og Sanna Svarvadal var sum vera man nøgd eftir dystin.
- Vit standa við føroyameistaraheitinum, so vit eru nøgdar, men vit hyggja altíð eftir at betra okkum, segði liðskiparin Sanna Svarvadal.
- Um vit ikki vunnu í dag, so høvdu vit tikið tað í Klaksvík ímóti AB/B71 næsta vikuskifti, men eg haldi at vit eru ov dominerandi á vøllinum og í deildini til at avgera kappingina í síðsta dysti, segði hon í videosamrøðu við Portalin.
Málið næsta ár er greipan, og ætlanin er eisini at klára seg betri úti í Evropa.
Eitt umfar er eftir í bestu kvinnudeildini, og tað verður leikt næsta leygardag. Tá hevur KÍ heimavøll og AB/B71 er á vitjan.
1. KÍ 46 stig (20 dystir)
2. EBS/Skála 41 stig (20 dystir)
3. NSÍ 39 stig (20 dystir)
4. Víkingur 32 stig (20 dystir)
5. HB 30 stig (20 dystir)
6. B36 26 stig (20 dystir)
7. 07 Vestur 12 stig (20 dystir)
8. AB/B71 3 stig (20 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. oktober 2021
Sambært almennu hagtølunum hevði heimaliðið stóra leikliga yvirvág, og Ukraina misnýtti eisini eitt brotsspark. Føroyar høvdu eitt skot uppá mál
Tað er ein sannroynd, at heimaliðið var greitt omaná leikliga og hevði nógvar royndir móti málinum, tá U21-landsliðini hjá Føroyum og Ukraina týsdagin hittust í Zaporizhzhya, ið er sættstørsti býur í Ukraina. Tað er eisini ein sannroynd, at Ukraina fekk øll trý stigini, men liðið hjá Sámal Erik Hentze spældi aftur ein dyst, ið ikki varð avgjørdur, fyrrenn síðsta bríksl ljóðaði.
Tíverri bar ikki til at stroyma dystin her, men sambært hagtølunum hjá UEFA og Flashscore var talan um stóra yvirvág til Ukraina, ið beinanvegin søkti at føroyska málinum og fingu hol á um miðjan fyrra hálvleik. Talan var um sjálvmál, ið Andrias Edmundsson er skrásettur fyri. Toftamaðurin gjørdi brotsspark fimm minuttir fyri hálvleik, men Georgiy Sudakov misnýtti tað.
Í øðrum hálvleiki kom einki mál. Føroyar høvdu tvey hornaspørk, men fingu ikki heilt hótt Ukraina, sum fekk øll trý stigini. Tá hugsað verður um, at tað var 25-1 í málroyndum, 8-1 innafyri stengurnar, 10-2 í hornaspørkum, og 60-40 í possesión, so er tað uppiborið.
Ukraina er harvið fýra stig frammanfyri Føroyar, ið hevur fýra stig fyri fimm dystir og málúrttøkuna -1. Næsti dystur er um júst ein mánaða í Serbia.
Teir ellivu ið byrjaðu inni í Ukraina (Mynd: Rúni Klein Joensen/FSF)
Undankapping til EM 2023, bólkur H - 4. umfar
Týsdagin 12.10 - Zaporizhzhya
Ukraina - Føroyar 1-0 (1-0)
Føroyar (4-4-1-1): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson, Pætur Turiðarson Skipanes - Áki Debes Samuelsen, Noah Mneney, Andrass Johansen, Lukas Giessing, Stefan Radosavljevic (L) - Jonn Johannesen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Liðformaðurin á føroyska landsliðnum hevur skrivað undir við Vejle Boldklub
Hallur Hansson sum seinastu tíðina hevur verið uttan sáttmála, hevur nú skrivað undir við Vejle Boldklub, og føroyski liðformaðurin verður sostatt partur av hópinum saman við Viljormi Davidsen.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
29 ára gamli Hallur Hansson hevur royndir í Superliguni, og hevur seinastu árini spælt við AC Horsens, sum í fjør flutti niður í næstbestu deildina.
Longu í dag hittir Hallur Hansson nýggju liðfelagararnir í VB Parkini, og avtalan er í fyrsta umfari galdandi restina av árinum.
Vejle Boldklub liggur í løtuni á aftasta plássi í deildini við tveimum stigum eftir ellivu dystir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. oktober 2021
Klaksvíkingar leingja við trygga danan í málinum
KÍ sum kann tryggja sær FM-heitið í dag (leygardag), hevur longt sáttmálan við trygga málverjan Mathias Brinch Rosenørn.
28 ára gamli málverjin er uppaldur í Esbjerg FB, og kom til KÍ undan kappingarárinum í ár.
Mathias Brinch Rosenørn hevur spælt 18 dystir fyri KÍ, sum samanlagt bara hevur latið sjey mál inn í landskappingini higartil.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. oktober 2021
Niels Áki Mørk úr Havn vann leygardagin Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar
Niels Áki Mørk vann leygardagin í síðstu viku Danmarksmeistarastevnuna í veklyfting fyri juniorar. Hann vann bæði gull í 67 kilo vektklassanum og kappingina um sinclair-stig, har ið úrslitini í øllum vektklassunum verða roknað saman í ein bólk.
Ungi havnarmaðurin var einsamallur í sínum vektklassa, so tað gullið var rímiliga trygt, tí hann skuldi fyrst og fremst tryggja sær, at eitt góðkent lyft í hvørjari av teimum báðum greinunum, trekk og stoyt.
Men harumframt fór hann eftir at lyfta upp til sítt besta og setti tá bæði føroyskt og persónligt met í trekk, stoyt og samanlagt. Vinnaralyftini hjá Niels Áka vóru 85 kilo í trekk og 105 kilo í stoyt. Samanlagt 190 kilo.
Fyri tveimum vikum síðani luttók 19 ára gamli nýkosni junior danmarksmeistarin, sum eisini er junior komandi ár, saman við seks øðrum føroyingum í senior DM. Tá vann hann eitt silvurheiðursmerki.
Niels Áki kappast í Danmark fyri danska felagið AK Atlas, men býr og venur í Føroyum, har hann er partur af Styrkifelagi Føroya, ið er landsdekkandi felag fyri fleiri styrkiítróttir. Frank Petersen, venjari í AK Atlas og hjá danska kvinnulandsliðnum, venur føroyingarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Eftir heystfrítíðina fer Malltek undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag. Kostnaðurin er 8,7 milliónir
Í farnu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar býráð og Malltek, sum eftir heystfrítíðina fer undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag
Upprunaliga varð sáttmálin undirskrivaður á einari móttøku á sumri í fjør, men nú er ein dagførdur sáttmáli undirskrivaður, har høvuðsbroytingarnar eru ávís tilval, príshækkingar í samfelagnum og myndugleikakrøv.
Sáttmálin er nú áljóðandi 8,7 mió., sum er nakað hægri enn upprunaligi sáttmálin fyri einum góðum ári síðan. Arbeiðið byrjar av álvara í november, og skal, sambært tíðarætlanini, verða liðugt um á leið eitt ár.
Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at verkætlanin nú komin somikið langt, at byggingin kann fara í gongd, soleiðis at Klaksvíkar Róðrarfelag kann fáa nýggj, hóskandi hølir mitt í hjartanum í býnum.
- Klaksvíkar Róðrarfelag hevur nógvar íðkarar og nógv virksemi. Tí er tað gleðiligt, at hølisviðurskiftini hjá teimum nú koma upp á pláss. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum gevur teimum prýðiligar umstøður, ið vit síggja fram til at handa felagnum komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Malltek er høvuðsarbeiðstakari í hesi verkætlanini, sum annars er ment í tøttum samstarvi við kappróðrarfelagið og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fer nýggja kappróðrarneystið at fella væl inn í miðbýarmyndina, har ætlanin er, at neystið skal varðveita tað siðbundna føroyska sniðið við neystalonum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. oktober 2021
Í summar boðaði Guðmundur Joensen frá, at hann fór at gevast sum leiaðri eftir fimm ár í starvinum, og tí verður nú søkt eftir nýggjum leiðara
Í juni varð boðað frá, at Guðmundur Joensen fór at gevast sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy eftir fimm ár í starvinum, og nú verður søkt eftir nýggjum leiðara at byrja skjótast gjørligt.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða eitt spennandi skúlatilboð, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.
Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur fimm undirvísarar í fullum starvi, fýra undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild. Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans, umframt ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur eisini at luttaka í undirvísingini á skúlanum.
Umsókn skal sendast til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy í seinasta lagi mánadagin 1. november 2021 klokkan 12.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. oktober 2021
Báðar hansara fyrrverandi unnustur, Teresa og nú eisini Christel, eru í Ex on the Beach samstundis
Tað gongur fyri seg í Ex on the Beach, sum sæst á Discovery+ í hesum døgum. Teir báðir føroysku luttakararnir, Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg eru framvegis við.
Fyrstnevndi hevur verið uttanfyri í nakrar dagar, og sæst nú aftur í sendingini, har Teresa, sum er fyrrverandi unnusta hjá Teiti, er blivin glað fyri biðlasveinin Martin.
Hetta nívur Teit nakað, men okkurt bendir á, at hann dugir væl at síggja burtur frá hesum, og royna eftir øðrum í summarhúsunum.
(Mynd: Discovery+)
Christel kemur inn
Í tí eina partinum, sum kom út sunnudagin, tjekkar enn ein gomul flamma inn. Tað er Christel Trubka, sum áður hevur verið á skíggjanum saman við Teiti. Tað var tá tey luttóku í Singletown á sumri 2020. Stutt eftir upptøkurnar endaði parlagið, og Teitur fór til Føroya at vera saman við Teresu.
Í besta “Ex on the Beach” kemur Christel Trubka gangandi eftir sandinum, og ikki fyrr enn hon veruliga byrjar at nærkast, sær Teitur Skoubo, hvør tað er. Tá er hann trýstur.
Nú eru báðar flammurnar so savnaðar á somu adressu í einum summarhúsum í Gran Canaria.
Upptøkurnar eru gjørdar á Gran Canaria í summar, og síðani eru Teitur og Teresa at kalla blivin par. Tey eru ikki par enn, siga tey, men tey brúka nógv tíð saman, og taka ynskja at taka tað sum tað kemur.
Tveir nýggir partar av Ex on the Beach koma á Discovery+ hvønn sunnudag.
(Mynd: Discovery+)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. oktober 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald