Leygardagur 23. oktober 2021 | Nr. 43 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 15
SíÐa 54
SíÐa 59
SíÐa 62
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Almenna ætlanin um at loysa ógvusliga bústaðartørvin í Føroyum – fyri ikki at siga bústaðarneyðina – liggur í skeljasori.
Avvarðandi stovnur, tann einaferð so tryggi og álítandi húsalánsgrunnurin virkar ikki í løtuni.
Síðan borgarliga samgongan setti sær fyri at veita privatu byggivinnuni lagaligari atgongd til bústaðarmarknaðin við at áleggja Bústøðum at gera verkætlanir saman við vinnuni, er lítið ella einki hent á økinum.
Í hvussu so er sambært teimum báðum stýrislimunum, ið sluppu at halda fram, tá landsstýriskvinnan við bústaðarmálum, valdi nýtt og víðkað stýri.
Men sambært landsstýriskvinnuni sjálvari er nógv hent. Tað endurtók hon aftur og aftur, tá løgtingslimir kravdu hana fyri svar undir spurnarumfarinum á tingi í vikuni.
At 450 milliónir krónur eru fingnar til vega til at byggja fyri, er – skiltist á landsstýriskvinnuni sjálvari – einans henni fyri at takka.
Men tað hjálpir so lítið, tá stýrið, ið hon hevur valt, ikki megnar at samstarva, hvørki sínámillum ella saman við leiðsluni fyri stovnin.
“Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum”, staðfestu teir báðir stýrislimirnir í tíðindaskrivi sama dag, sum landsstýriskvinnan hevði verið á tingsins røðarapalli og endurtikið fleiri ferðir, at tað verður arbeitt í fullari ferð við at bøta um bústaðarneyðina.
Tá so tingfólk vístu á, at fullkomin ruðuleiki valdar á Bústøðum, so svaraði landsstýriskvinnan aftur, at hon ikki ætlar at gera nakað við tað. Tað hevur hon ikki heimild til. Ikki at gera nakað, er líka so nógv ein støðutakan, sum at gera nakað.
Og við hesum hugburði hevur landsstýriskvinnan gjørt greitt fyri almenninginum, at hon góðtekur tað, ið fer fram í løtuni.
Hvat er tað so, sum fer fram? Jú, tað er ein niðurlaging av Bústøðum sum tann stovnurin, hann var ætlaður til.
Nógv hava sagt tað, og nú gongur sjón fyri søgn: Kanska var hetta alla tíðina ætlanin hjá Fólkaflokkinum.
Tað løgna í øllum hesum spælinum er, at stjórin fyri Bústaðir framvegis er stjóri – á pappírinum – hóast nú við munnkurv. Hví nýggi formaðurin og meirilutin í stýrinum ikki beinanvegin sluppu sær av við stjóran, er ein gáta.
Hvat hendir við stjóranum og/ella við stýrisformanninum er ikki so áhugavert longur. Teir eru vaksnir menn, sum landsstýriskvinnan segði, so teir eiga at finna fram til neyðugu semjuna, skulu teir arbeiða saman.
Meira áhugavert er, hvat hendir við avvarðandi landsstýriskvinnu.
- Kann løgmaður góðtaka, at hon sýtir fyri at taka sær av trupulleikunum, sum eru á Bústøðum?
- Kann løgmaður góðtaka, at nýggja stýrið ikki enn er arbeiðsført, og at avvarðandi landsstýriskvinna ikki ger nakað við tað?
- Kann løgmaður góðtaka, at húsalánsgrunnurin frá at vera ein almannagagnligur grunnur, sum skuldi tryggja húsaeigarum lagaliga fígging, og nú sum endamál hevur at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað, er vorðin til eitt projekt, hvørs fremsta endamál tykist vera at tryggja livigrundarlag til eina avmarkaða privata vinnu?
- Er stundin ikki langtsíðan komin til at flyta málsøkið íbúðarmál til annað landsstýrisfólk?
Michael Boolsen, fúti, hevur sent út eitt óvanligt tíðindaskriv í sambandi við vaksandi smittutalið
Landslæknin ávarar nú móti at lata koppsett og ókoppsett børn vera saman. Tað ger hann í einum tíðindaskrivi, sum fútin sendi út seinnapartin fríggjadagin.
Ógvusliga økingin av smittaðum við 26 tilburðum mikudagin og 38 hósdagin, fekk Michael Boolsen, fúta, til at senda eitt rættiliga óvanligt tíðindaskriv út.
Undir koronafarsóttini higartil hevur tað oftast verið landsstýrið, koppsetingarbólkurin ella farsóttarnevndin, sum hava sent út almennar áheitanir til borgararnar.
Men hesaferð er tað ovasti løgreglumyndugleikin í landinum, fútin, sum sendir tíðindaskriv út við eini áheitan frá sær og frá landslæknanum um at ansa eftir.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, til vinstru, og Michael Boolsen, fúti, til høgru, her saman við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, á einum av teimum allarfyrstu koronatíðindafundunum í fjør, sum var hildin í Heilsumálaráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Serliga ókoppsett børn
Tíðindaskrivið vísir á, at tað serliga eru ókoppsett børn, sum verða smittað.
- Góð 95 prosent av nýggju tilburðunum av covid-19 eru smittað í Føroyum, og tað er ein yvirumboðan millum tey smitaðu av ókoppsettum børnum, sum eru smittað av øðrum børnum í sambandi við ymsar sosialar aktivitetir.
- Tá foreldur verða smittað, hóast tey eru koppssett, skyldast hetta helst, at deltafrábrigdið er meira smittandi, og at koppsetingin viknar við tíðini. Tað er eisini orsøkin til at útsettir bólkar nú fáa tilboð um triðja prikið, stendur at lesa í tíðindaskrivinum frá fútanum.
Gagnligt at avmarka samveruna
Síðan verður Lars Fodgaard Møller, landslækni, endurgivin fyri at siga, at tað kortini ikki er orsøk til at fara í panikk.
- Hinvegin er tað av týdningi at vera tilvitaður um, at ein sjálvur kann gera nakað fyri at forða fyri smittuspjaðing. Tá tey ókoppsettu børnini eru motorurin til smittuspjaðing, vildi tað verið gagnligt (hann nýtir orðið ‘hensigtsmæssigt’, -red.) at avmarkað samveruna hjá ikki koppsettum børnum við onnur børn, eins og foreldur skulu hugsa um sína atferð yvir fyri børnunum, sigur landslæknin í tíðindaskrivinum frá fútanum, og hevur samstundis eina áheitan á fólk um at lata seg koppseta.
“Tað er gott fyri tann einstaka, fyri tey veiku og fyri samfelagið”, leggur hann afturat.
Skilagóð atferð
Michael Boolsen sigur soleiðis í tíðindaskrivinum, “sum formaður fyri farsóttarnevndina”:
- Økingin í smittuni í løtuni sigur okkum, at vit enn ikki eru komin ígjøgnum koronafarsóttina, og at tað er av týdningi, at vit bera okkum skilagott at. Koppsetingin veitir gamaní ikki fulla verju, men royndirnar vísa longu nú, at bøtast kann um tær álvarsligu avleiðingarnar av covid-19 við koppsetingini.
- Koppseting er tí ein partur av skilagóðari atferð, saman við reinføri og frástøðu.
"Latið okkum standa saman og standa fast", sigur Michael Boolsen at enda í tíðindaskrivinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021
- Tað er uppgávan hjá stýrinum at finna stevið á stovninum. Eg havi álit á, at stýri og stjórn kunnu finna fram til semju, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í tinginum mikudagin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við bústaðarmálum, stóð púra einsamøll at verja støðuna, sum er íkomin kring almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, á løgtingi mikudagin.
Hon fekk ikki rærri enn fýra munnligar spurningar í løgtinginum, sum allir snúðu seg um margháttligu støðuna, sum er íkomin í bústaðarfelagnum eftir at nýtt stýri og nýggjur stýrisformaður kom til.
Tingfólk vístu á, at bústaðarpolitikkurin hjá samgonguni ikki verður framdur, tí stovnurin er støðgaður upp í sínum arbeiði orsaka av hesi ósemjuni, har stýrisformaðurin, Regin Hammer, í veruleikanum hevur yvirtikið leiðsluna av øllum stovninum við at leggja fram eina starvsskipan, sum ikki loyvir felagsins stjóra at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin fyrst.
- Havi álit á stýrinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, tvíhelt um, at hon ikki hevur heimild til at blanda seg uppí hvussu arbeiðslagið er millum stýri og stjóra á Bústøðum. Hon hevur valt eitt stýri, og tað er ábyrgdin hjá stýrinum at tryggja arbeiðsfriðin á stovninum, vísti hon á.
Landsstýriskvinnan varð spurd fleiri ferðir um, hvat hon ætlar sær at gera við íkomnu støðuna, men hon tvíhelt um, at hon onki kann gera, tí tað liggur uttan fyri hennara heimildir.
- Eg havi álit á, at stýri og stjórn finna fram til eina semju, endurtók Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fleiri ferðir.
Fólkaflokstinglimir ikki nøgdir
Hóast spurningarnir komu frá andstøðutinglimum, so vóru tað eisini fleiri samgongutinglimir, sum tóku undir við, at okkurt má gerast fyri at fáa Bústaðir at virka aftur. Rættiliga óvæntað vóru tað serliga fólkaflokstingfólk, sum komu við ábreiðslum móti egnari landsstýriskvinnu.
Christian Andreasen vísti á tað margháttliga í, at eitt skjal, sum lýsir starvsháttin á einum stovni, skal skal verða høvuðsmál í eini viðgerð á tingi.
Fólkaflokstingmaðurin og advokaturin vísti eisini á, at tað er púra óhoyrt, at stjórin í einum felagi ella stovni ikki skal sleppa at úttala seg vegna stovnin uttan at spyrja stýrisformannin eftir.
Heðin Zachariassen vildi hava at vita, um tað var møguligt at skifta stýrið út, tí tað er eyðsæð, at stevið ikki er gott.
- Hetta er ikki gagnligt. Vit hava seta eina hálva milliard krónur av at byggja fyri. Tað er tað, vit vilja, segði fólkaflokstingmaðurin.
Annika Olsen, eisini úr Fólkaflokkinum, royndi at rættleiða landsstýriskvinnuna við at siga, at tað er uppgávan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at fáa hetta at rigga.
Firtin um skuldsetingar
Landsstýriskvinnan varð rættiliga firtin, tá tingfólk vístu á, at tað sær út til at endamálið frá byrjan av hevur verið at niðurbróta Bústaðir sum tann stovn, sum hann virkar í dag.
- Hvat billa tit tykkum inn? spurdi hon og vísti á, at hon hevur staðið fyri nøkrum, sum ongin annar landsstýrismaður hevur megnað, nevniliga at tryggja Bústøðum eina knappa milliard krónur at byggja fyri.
Hon vísti á, at ætlanir eru um at byggja meira enn 500 búeindir, og tí kann ikki sigast, at samgongan ikki vil Bústøðum væl.
Tingfólk spurdu eitt nú um tað kom óvart á landsstýriskvinnuna, at tað fór at elva til rumbul á stovninum, tá hon valdi ein mann – táverandi embætismann í egnum stýri – sum heilt týðuliga var ósamdur við stjóranum á Bústøðum.
Tingfólk undraðu seg eisini yvir, at tað ongar avleiðingar fekk fyri ein annan stýrislim, at hann ákærdi stjóran á Bústøðum fyri lógarbrot longu áðrenn arbeiðið í stýrinum varð byrjað.
Hesar spurningar valdi landsstýriskvinnan ikki at svara.
Góðkennir starvsskipanina um hon er í tráð við lógina
Landsstýriskvinnan var beinleiðis spurd um hvat hon ætlaði at gera við umrøddu starvsskipanina, sum ein meiriluti í stýrinum fyri Bústaðir hevur gjørt.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir váttaði, at uppskotið um starvsskipan er komið Almannarmálaráðnum til góðkenningar.
- Skipanin verður nú eftirhugd í ráðnum. Leikluturin hjá Almannamálaráðnum í hesum føri er at kanna eftir, um starvsskipanin er í tráð við galdandi lóggávu. Hon verður ikki løgd okkum at taka støðu til. Er skipanin í tráð við lógina, so verður hon góðkend frá mínari síðu. Er hon ikki í tráð við lógina, verður hon send stýrinum aftur við frágreiðing um hví ráðið og landsstýriskvinnan ikki kann góðtaka hana, greiddi Elsebeth Medcedes Gunnleygsdóttir frá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Vit harmast um ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum, siga Emmy Joensen og Una Joensen, stýrislimir í Bústøðum
Niðanfyri er tíðindaskriv frá Emmy Joensen og Unu Joensen, stýrislimum í Bústøðum:
Tá Bústaðir á vári 2021 fekk nýggja lániheimild frá løgtinginum fegnaðust vit. Nú kundi ferð aftur setast á arbeiðið hjá Bústøðum, eftir at tað hevði ligið eitt sindur í bíðistøðu eina tíð.
Tí søgdu vit báðar ja til at halda fram í stýrinum fyri Bústaðir og gleddu okkum til samstarvið í nýggja stýrinum. Umframt at vit gleddu okkum at halda fram við tí góða, professionella og konstruktiva samstarvinum, sum hevði verið saman við leiðsluni á Bústaðir tey árini, vit hava verið í stýrinum.
Endamálið hjá Bústøðum er óbroytt í mun til gomlu lógina og har stendur m.a.:
• 1) at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
• 2) at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum
Tað er ikki soleiðis, at stýrið sjálvt kann avgera, hvat endamálið hjá Bústøðum er, hóast ein meiriluti í stýrinum hevur sett í starvsskipanina “at stýrið skal tryggja, at felagið til eina og hvørja tíð hevur eitt greitt endamál”.
Tað hevur tíverri frá fyrsta degi verið ringt arbeiðslag í nýggja stýrinum fyri Bústaðir. Frá fyrsta degi var ivi sáddur um arbeiðið hjá Bústøðum, um at alt ikki er farið rætt fram og tí máttu gamlar avgerðir og verkætlanir kannast og granskast og hvør fundarfrágreiðing fleiri ár aftur í tíðina endavendast. Tí hava tað higartil ikki verið stundir til at koma í gongd við veruliga arbeiðið, sum er at fyrireika bygging av nýggjum íbúðum. Eingin byggiverkætlan er enn samtykt í nýggja stýrinum.
Vit vilja her taka frástøðu frá fleiri av teimum sjónarmiðum, sum formaðurin førdi fram í D&V 15. oktober eins og vit taka frástøðu frá tíðindaskrivinum frá formanninum 19. oktober. Vit vóru ikki vitandi um tíðindaskrivið. Tá formaðurin í samrøðu við D&V sigur, at skrivið er frá honum vegna stýrið og eina aðru ferð sigur, at skrivið er frá stovninum Bústaðir, so er tað ikki so, og hetta er ikki viðgjørt í stýrinum.
• Vit harmast um ta herferð og tann sálarliga ágang, sum formaðurin í løtuni koyrir ímóti Bústøðum, stjóranum, leiðarum og øllum starvsfólkunum.
• Vit eru ørkymlaðar um tann skaða, henda herferð hjá formanninum longu hevur havt á Bústaðir og tess virksemi.
- Her hugsa vit millum annað um tað misálit, sum formaðurin sáar um tað arbeiði, sum starvsfólkini á Bústøðum hava útint og útinna hvønn dag. Við síni skriving og útsøgnum vísir formaðurin, at hann ikki hevur álit á stjóranum og á starvsfólkunum.
- Vit hugsa eisini um tann skaða formaðurin hevur gjørt á tað framtíðar samstarv, sum Bústaðir skal hava við íleggjarar, lánsveitarar, kommunur og arbeiðstakarar. Tá formaðurin rør framundir, at tað er fíggjarligt óskil á Bústaðum, so er hann við til at skaða álitið á Bústaðir.
• Formaðurin sigur, at hansara mál er, at Bústaðir ongantíð skal hava fyri neyðini at biðja um pengar úr landskassanum. Bústaðir hevur ongantíð haft fyri neyðini at biða um pengar úr landskassanum og fer væntandi heldur ikki at hava tað
fyri neyðini. Tí skilja vit ikki hvat formaðurin vil við slíkari útsøgn annað enn at skaða álitíð á Bústaðir.
• Tá formaðurin sigur at “Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldsføristrupulleikum úti í sjónarringinum” er hetta ikki rætt. Bústaðir hevur ongantíð haft gjaldsføristrupulleikar og einki grundarlag er fyri páhaldinum um, at Bústaðir í framtíðini koma at hava gjaldføristrupulleikar.
• Tað er heldur ikki rætt, tá formaðurin sigur, at Bústaðir er í ferð við tríggjar nýggjar bústaðarbyggingar. Nýggja stýrið hevur sum sagt onga verkætlan samtykt enn.
• Tað er somuleiðis heldur ikki tikin nøkur avgerð um at byggja teir búfelagsskapir og barnabústovnar, sum formaðurin skrivar í tíðindaskrivinum. Hesar verkætlanir skulu avtalast við Almannaverkið og tað er ikki gjørt enn.
Vit halda at verandi arbeiðsháttur hjá formanninum er ábyrgdarleysur og niðurbrótandi og má broytast, um Bústaðir aftur skal arbeiða professionelt og konstruktivt. Soleiðis ber ikki til at arbeiða – hvørki í einum almennum grunni ella einum partafelagi. Tað er okkara vón, at stýrið fyri Bústaðir aftur verður virkisført.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Stýrisformaðurin í Bústøðum, Regin Hammer, sigur, at neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri
Stýrisformaðurin í Bústøðum fer at leggja uppskot fyri stýrið um at kanna virksemið hjá grunninum nærri. Endamálið er at laga Bústaðir til broyttu lógina á økinum, skipa ein skynsaman búskap og at hjálpa, har tørvurin er størstur
Í næstum skal stýrið í Bústøðum taka støðu til eitt uppskot frá stýrisformanninum um at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri. Uppskotið hevur til endamáls at styrkja tann sosiala partin og steðga byggingini av luksusíbúðum, sum bert tæna nøkrum fáum fólkum.
- Bústaðir skulu lagast til ein nýggjan veruleika í kjalarvørrinum á lógarbroytingini, sum var gjørd í vár. Vit skulu inn at veita skjóta hjálp, har tørvurin er størstur, og tað gerst bert, um vit fáa skipað búskapin í grunninum soleiðis, at virksemið verður bæði fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygt, sigur Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum.
Stýrisformaðurin vil í hesum sambandi eisini hava Almannamálaráðið at skipa tann sosiala partin betur, soleiðis at Bústaðir veruliga fáa hjálpt, har tørvurin er størstur. Harnæst skulu vanligir løntakarar hava møguleika at leiga bíligar bústaðir, sum skapa tryggleika og støðufesti í lívinum hjá teimum húsarhaldum, sum ynskja at búleikast undir teimum kørmum, sum Bústaðir í framtíðini fara at bjóða.
- Mítt mál er, at Bústaðir ongantíð skulu hava fyri neyðini at biðja pengar úr Landskassanum. Vit skulu brúka møguleikarnar í lógini at fáa í lag eitt gott samstarv við vinnulívið, pensjónsgrunnar og aðrar viðkomandi partar, har vit í felag byggja íbúðir og aðrar bústaðir, sum nøkta samfelagstørvin á eina skynsaman og tryggan hátt, sigur stýrisformaðurin í Bústøðum.
Hann vísir á, at neyðugt verður at kanna rakstur, avskrivingarprofil, bygnað og onnur viðurskifti í Bústøðum nærri. Kanningararbeiðið skal tó ikki steðga teimum verkætlanum, sum eru í gongd.
- Í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum úti í sjónarringinum. Í verandi búskapi er t.d. ilt at fáa eyga á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, sigur Regin Hammer.
Hann leggur dent á, at hetta er ein spurningur, ið stýrið og leiðslan skulu fáa greiði á, og sum ikki eigur at órógva starvsfólk og dagliga virksemið í grunninum. Regin Hammer skilir kortini væl, at íkomna støðan kring stjóran er trupul fyri starvsfólkini.
- Eg harmist um, at støðan gjørdist so tyngjandi fyri starvsfólkini, men hetta er tíverri ein flúrur vit skulu sigla rundanum, áðrenn vit aftur kunnu halda eina trygga kós. Eg miði eftir, at vit finna eina loysn sum skjótast. Verkætlanir, sum stýrið hevur samtykt, verða førdar út í lívið, staðfestir Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum.
Bústaðir eru m.a. í løtuni í ferð við nýggjar bústaðabyggingar í Norðagøtu, við Dalavegin og á Heimasta Horni í Havn. Harumframt verða reistir búfelagsskapir í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Havn og barnabústovnar í Suðuroy, Vágum, Eysturoy, Klaksvík og Tórshavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Ein tunnil til Suðuroyar fer at kosta í minsta lagi 5,4 milliardir krónur, sigur Landsverk
Ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar fer at kosta 5,4 milliardir krónur umframt avleiddar verkætlanir.
Tað kom fram á tíðindafundi hjá Landsverki hósdagin, har Brandur Sjúðrarson, búskaparfrøðingur, legði fram.
Í umleið eitt ár hevur hann arbeitt við hesari verkætlan sum hevur fingið heitið “Forkanning av einari nýggjari Suðuroyarleið”.
At talan er um risa íløgu kann samanberast við at 5,4 milliardir er ein fjórðingur av bruttotjóðarúrtøkuni og svarar til eina fíggjarlóg.
Í arbeiðnum hevur Landsverk hugt eftir fimm møguleikum á Suðuroyarleiðini. Eitt er verandi ferjuleið úr høvuðsstaðnum til Trongisvág, ein onnur er tunnil beinleiðis til Sandvíkar av Skarvanesi, og ein onnur beinleiðis av Sandi til Sandvíkar.
Triðja loysnin er tunnilin umvegis Skúgvoynna, fjórða loysnin ein toktunnil og tann fimta og seinasta er nýggj ferjuleið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Orsøkirnar til at Jenis av Rana ikki var við á tveimum arktiskum fundum í Íslandi hava onki við koppseting at gera, vissaði hann løgtingið um mikudagin
Tað hevur ikki forðað Jenisi av Rana at røkja sínar uppgávur sum landsstýrismaður við uttanríkismálum, at hann ikki hevur latið seg koppseta móti korona.
Tað upplýsti hann fyri løgtinginum mikudagin.
Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum setti landsstýrismanninum spurningin, nú tað eru tvey dømi um, at landsstýrismaðurin ikki hevði luttiki á arktiskum fundum í Íslandi, seinast til ráðstevnuna Arctic Circle í farnu viku.
Landsstýrismaðurin var týðuliga firtin inn á framsóknartingmannin, tí hann í sínum innleggi illtonkti vantandi koppsetingina fyri, at Jenis av Rana ikki luttók á hesum fundum.
Landsstýrismaðurin segði, at orsøkin var persónlig, og harvið ikki er løgtinginum viðkomandi.
Bjarni Kárason segði seg hava forstáilsi fyri, at landsstýrismaðurin í farnu viku varð forðaður í at vera við í Arctic Circle, men legði afturat, at hann ikki hevði fingið svar uppá, hví bara løgmaður og ikki landsstýrismaðurin við uttanríkismálum var við á arktiska ráðharrafundinum í Íslandi 20. mai.
Jenis av Rana svaraði aftur, at spurningur um vantandi koppseting als ikki var orsøk til at hann ikki luttók á nevndu fundum.
Tey ókoppsettu skuldu í fimm-daga sóttarhald
Tingfólk úr Tjóðveldi undraðust eisini.
Bjørt Samuelsen greiddi til dømis frá, at tá hon var á fundi í Arctic Circle í Reykjavík í farnu viku, so skuldi hon prógva, at hon var koppsett – um ikki skuldi hon havt verið í sóttarhaldi í fimm dagar fyri at sleppa við til ráðstevnuna.
- Eru aðrar reglur galdandi fyri innbodnar VIP’arar, spurdi hon.
Høgni Hoydal vildi hava at vita, um tað var samhaldsfast, at landsstýrið heitir á allar borgarar um at lata seg koppseta, tá landsstýrismaðurin við uttanríkis-, menta- og skúlamálum ikki ger tað.
Jenis av Rana svaraði ikki hesum spurningum, men vísti á, at tað er frívillugt at lata seg koppseta, og at hetta eisini er galdandi fyri landsstýrisfólk.
- Landsstýrið - í hvussu so er henda samgongan - hevur tíbetur ongar ætlanir um at tvinga borgarar sínar til nakað sum helst, segði Jenis av Rana.
Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Landsstýrismaðurin vísti á – og hann varð eisini stuðlaður av floksfelaganum, Bill Justinussen – at nógv er komið burtur úr á uttanríkispolitiska økinum, hóast landsstýrismaðurin sjálvur ikki hevur verið so nógv á flogi hesa koronaraktu tíðina, hann hevur sitið.
Kortini er tað eydnast at hitta heili tveir amerikanskar uttanríkisráðharrar umframt tann danska, grønlendska og íslendska.
Til hetta vísti Bjarni Kárason Petersen á, at føroyski landsstýrismaðurin bara hevur verið á ferð í Danmark og í Íslandi undir embætisskeiði sínum. Til Danmarkar hevur verið frítt at ferðast, og staðfestast kann, at tað í hvussu so er eru tveir fundir í Íslandi, har Jenis av Rana ikki hevur luttikið.
Landsstýrismaðurin svaraði aftur, at nógv kann fáast av skafti á uttanríkispolitiska økinum uttan at tað er neyðugt at fara av landinum.
- Eg ætli mær so ikki at ganga í fótasporunum á undanmanni mínum úr Framsókn, sum var meira á flogi enn í tinginum, segði Jenis av Rana.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Ein røð av fotomyndum úr Føroyum verður víst í Skotlandi, tá veðurlagsráðstevnan hjá Sameindum Tjóðum verður um mánaðarskiftið
Verk hjá átta fotografum í Norðurlondum verða sýnd fram, tá veðurlagsráðstevnan, COP26, verður sett í Skotlandi sunnudagin 31. oktober.
Tey átta norðurlendsku listafólkini hava hvør í sínum lag fotograferað til framsýningina, sum í ár eisini visuelt varpar ljós á umhvørvisbroytingarnar í heiminum.
Verkini hjá teimum átta fotografunum verða sýnd fram í Glasgow, tá COP26-ráðstevnan hjá ST verður hildin í døgunum frá 31. oktober til 12. november.
(Mynd: Bjarni Mohr)
Føroyski dokumentaristurin Bjarni Mohr, sum hevur arbeitt saman við hinum norðurlendsku listafólkunum um framsýningina, hevur átta verk á felags framsýningini.
– Eg havi roynt at fotografera hjátýdningar í føroysku náttúruni og umhvørvinum, fyri á tann hátt at vísa á veðurlagsbroytingarnar, sigur føroyski dokumentaristurin.
Framsýningin, kallað "Forever Changes", er fyrst og fremst í samband vid COP26-veðurlagsráðstevnuna hjá Sameindum Tjóðum, men framsýningin hongur eisini uppi á Street Level Photoworks í Trongate 103 í Glasgow til 30. januar.
Umframt Bjarna Mohr eru hesir fotografar við á framsýningini: Helene Schmitz, Svøríki, Klaus Thymann, Danmark, Christian Houge, Noreg, Katrín Elvarsdóttir og Hallgerður Hallgrímsdóttir, Ísland, Lasse Lecklin, Finnland og Mike Day, Skottland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2021
Óvist er hvussu stórur skaðin er
Tað er lopið úti í Lamba í Mykinesi, har nógvur lundi heldur til um summrarnar.
Eddie Lauritsen, bóndi í Mykinesi, sum mikukvøldið legði myndir av omanlopinum út á Facebook, sigur, at tað er lopið úti í Lamba, av Rógvuni niður yvir Haldanatorvu og bóndabóli og á slætt.
(Mynd: Eddie Lauritsen)
Ein partur av nýggju gøtuni er eisini farin.
Júst hvussu stórur skaðin er, er enn ikki greitt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Allir andstøðutinglimir hava skrivað undir áheitanina til løgtingsformanninum við boðum um at seta kanningarstjóra at kanna fiskivinnuumsitingina seinastu 11 árini
Mikudagin skrivaðu allir andstøðutinglimirnir á løgtingi undir eina áheitan til løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Sostatt eru 15 undirskriftir fyri.
Tinglimirnir í samgonguni hava eisini fingið kanningarsetningin, men enn er ikki frætt um nakran, ið hevur skrivað undir áheitanina.
Kanningin er í trimum pørtum, tí heili tríggjar lógir hava verið galdandi í tíðarskeiðnum 2010-2021, sum kanningin skal fevna um:
Hesir báðir partarnar skulu vera klárir og almannakunngjørdir hin 1. mai 2022
Hesin parturin skal vera klárur og almannakunngjørdur 1. desember 2022.
Kanningarsetningurin kann lesast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Tað er neyðugt at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar í okkara samvinnu við Ísland, var greiði boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á fundi við Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Íslandi
– Síðani Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi í 2006, hava verið atfinningarsamar røddir í Føroyum. Vit hava seinastu 15 árini havt nógv ymisk mál, ið vit hava strongt á fyri at fáa avgreidd. Um vit vilja styrkja samvinnuna millum Føroyar og Ísland, er tað er avgerandi, at vit loysa tær avbjóðingar, ið støðugt stinga seg upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á fundunum við íslendska forsætisráðharran varð nýggja íslendska frágreiðingin um viðurskiftini við Føroyar umrødd. Frágreiðingin kann vera við til at betra um samvinnuna millum londini. Løgmaður heldur tað eru møguleikar fyri einum styrktum samstarvi við Ísland – ikki minst innan alivinnu og ferðavinnu.
– Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Okkara lívstreytir í norðurhøvum líkjast nógv, og tí er upplagt, at vit samstarva meira. Eg haldi til dømis, at íslendingar kunnu læra nógv av okkara dugnaligu alivinnu, meðan føroyska ferðavinnan eisini kann læra nakað av royndunum hjá Íslandi, heldur løgmaður.
Umframt fundin við íslendska forsætisráðharran, skifti løgmaður eisini orð við Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra, um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Skjótt verður tað ikki longur krav at brúka munnbind, tá mann flýgur við Atlantsflogi
Frá 1. november verður tað ikki longur krav at brúka munnbind umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi.
– Nú tá har eru so nógv koppsett fólk eru bæði í Føroyum og til ferðamálini, vit flúgva til, hava vit valt at broytt tað soleiðis at tað ikki er eitt krav, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Útvarpið.
Hon leggur afturat, at ferðafólk framvegis eru vælkomin at brúka munnbind, um tey ynskja tað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina er nú 16-17 mánaðir. Orsøkin er, at fleiri nýggj børn verða ávíst, enn tey klára at útgreina, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum
Í vár upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, at bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina var umleið 14-15 mánaðir, og at 166 børn vóru á bíðilista.
Síðani er hesin bíðilistin longdur, og bíðitíðin er nú longd til 16-17 mánaðir. Tað upplýsir landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
Sirið Stenberg vísti í viðmerkingum á, at støðan á barna- og ungdómspsyiatriini er sera álvarsom, og at barnalívið ikki eigur at verða brúkt til at standa á bíðilista.
– Tess longur børn bíða, tess størri gerst vandin fyri, at ymisku trupulleikarnir kunnu blíva til varandi líðing. Tí er tað eisini fyribyrgjandi at fáa skjóta og nøktandi hjálp. Barnalívið má ikki brúkast til at standa á bíðlista. Tað skapar líðing heldur enn menning og trivnað. Og hvør dagur telur, segði hon.
Í løtuni eru 194 børn á bíðilista. Av teimum eru 117 í aldrinum 0-11 ár, og 77 eru í aldrinum 12-17 ár.
– Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er vaksin seinastu árini er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í løtuni megnar Barna-og ungdómspsykiatriin ikki at arbeiða undan við verandi starvsfólkaorku. Heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til Barna-og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Við verandi starvsfólkaorku klárar barna- og ungdómspsykiatriin tríggjar útgreiningar um vikuna. Um talan er um akutta ella sonevnda "subakutta" støðu, verða sjúklingarnir sjálvandi raðfestir framum í bíðilistanum, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Royndi fjallagongumaðurin var í farnu viku óheppin og gleið av Seyðringarskarði
- Hey tit øll. Vanliga koma mínar myndir av einum fjallatoppi, men ikki í kvøld, henda heilsan kemur av Ríkissjúkrahúsinum.
Soleiðis byrjaði kendi fjallagangarin Pól Sundskarð eina støðudagføring á Facebook síðsta leygarkvøld.
Hann var síðsta mikudag óheppin og gleið av Seyðringarskarð á veg oman í Strandadal á Borðoynni. Bjargingarlið og tyrlan vóru eftir honum, og fingu hann á sjúkrahús.
Pól Sundskarð skrivaði, at hann skuldi undir skurð í rygginum sunnudagin.
Tað munnu vera fá støð í føroysku náttúruni, har Pól Sundskarð ikki hevur traðkað síni spor, og seinastu árini hava vit havt óteljandi nógvar myndir hjá Pól Sundskarð á Portalinum.
Fríggjadagin 22. oktober ljóðaði dagføringin frá Pól Sundskarð av Ríkissjúkrahúsinum soleiðis:
"Tađ gongur orduliga gott, so nú er tađ venjing sum skal til"
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Raksturin hjá Knassum gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur, men orsakað av stórum avskrivingum er ársúrslitið eitt hall upp á 4,8 milliónir
Tað sigur botnlinjan hjá Sp/f Knassar, sum rekur og eigur Portalin umframt lýsingaskipanina Vevlýsingar fyri roknskaparárið 2020/2021. Felagið hevur annars havt svørt tøl á botnlinjuni seinastu árini.
Høvuðsorsøkin til stóra hallið er, at Portalurin er niðurskrivaður við 4,2 milliónum og niður í einki.
- Tað merkir sjálvandi ikki, at Portalurin einki virði hevur, og hetta ávirkar ikki virksemið hjá felagnum. Men fyri at sleppa undan at gera metingar á hvørjum árið, verður niðurskrivingin gjørd í einum nú, sigur Niklái Nysted, stjóri í Sp/f Knassum.
- Leggjast kann afturat at umsetningurin nærum er tvífaldaður síðani vit keyptu Portalin, og umsetningurin hesar fyrstu seks mánaðirnar í nýggja roknskaparárinum eru 65 prosent hægri enn árið fyri.
Koronakreppan í mars 2020 gjørdi eisini sítt til, at inntøkurnar ikki gjørdust tær somu sum árið fyri, og tað hevur við sær, at raksturin fyri fyrstu ferð í trý ár gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur.
Starvsfólkakostnaðurin var 2,7 milliónir krónur, sum er umleið 350.000 krónur meira enn árið fyri.
Fíggjarstøðan vísir eina negativa eginogn upp á 5,9 milliónir krónur.
Sp/f Knassar var stovnað í 2001 sum kt-felag, har høvuðsvirksemið var at gera heimasíður og veita kt-tænastur. Í 2013 keypti felagið heimasíðuna Portal.fo frá Føroya Tele, og hevur síðani hugsavna seg um miðilin og lýsingartænastuna Vevlýsingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021
Besta árið hjá felagnum síðstu 17 árini
Síðstu mongu árini hevur Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/F verið størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum. Talan er um eina stóra og vælrikna fyritøku, sum ár um ár hevur víst á góð rakstrarúrslit og hevur ligið fremst millum timburhandlarnar í Føroyum.
Um tað er metstóra byggivirksemið í Føroyum, møguliga saman við stórum innanlands privatum eftirspurningi orsakað av koronu, sum er orsøkin til vøksturin í 2020, verður ikki upplýst í roknskaparfrágreiðingini frá felagnum.
Men staðfest er, at aðalfundurin í Balslev kundi leggja ein metgóðan roknskap fram, sum gav eitt avlop upp á heili 22,3 milliónir krónur, sum er besta árið hjá Bygma Balslev síðstu 17 árini.
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 55,8 milliónum krónum í 2019 til 62,8 milliónir í 2020, sum er ein vøkstur á 12,5 prosent. Samlaða nettosølan verður ikki upplýst.
Starvsfólkakostnaðirnir øktust 4 milliónir í 2020 til 32,1 milliónir krónur. Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 27,6 milliónum í 2019 til 30,7 milliónir krónur í 2020. Vøksturin er 11,2 prosent.
Bygma Baslev rindaði 4,8 milliónir krónur í partafelagsskatti í 2020.
Úrslit eftir skatt í 2020 gjørdist eitt avlop á 22,3 milliónir krónur, samanborið við 19,8 milliónir í 2019, sum gevur ein vøkstur í úrslitinum á 12,8 prosent.
Fíggjarjavnin øktist úr 47,4 milliónum í 2019 til 50,6 milliónir krónur í 2020. Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Bygma Balslev sæst, at samlaðu ognir og skyldur øktust úr 134,9 milliónum í 2019 til 149,0 milliónir krónur í 2020. Serliga er støðisognin økt við 6 milliónum og onnur ogn við 9,2 milliónum krónum, meðan tøkur peningur er minkaður við 3,6 milliónum.
Vørugoymslan var 37,7 milliónir krónur í 2020, sum er sama støði sum í 2019 og áogn frá søluni var 30 milliónir í 2020, samanborið við 28,1 milliónir krónur í 2019.
Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 80,8 milliónum í 2019 til 88,1 milliónir krónur í 2020. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið er 59 prosent, sum verður mett at verða gott.
Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina, úr 49,7 milliónum í 2019 til 56,8 milliónir krónur í 2020.
Gjaldførið hjá Bygma Balslev var eisini gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum “gjaldførislutfall”, sum er munurin millum ogn í umferð og stuttfreistaða skuld, var 138 prosent í 2020 samanborið við 141 prosent í 2019.
Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum sambært upplýsingum á teirra heimasíðu, www.bygma.dk, er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu í 2020 á 9,4 milliardir krónur.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2020 sett 15 milliónir krónur av, fyri at rinda sum vinningsbýti til eigararnar.
Bygma Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 75. Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. oktober 2021
Landskassans rentuberandi skuld svarar til 18 prosent av BTÚ
Landskassin rindaði í juni 2021 eitt lán aftur á 1,35 milliardir krónur, og skuldin fall tí við hesi upphædd.
Hetta bar til, tí landskassin í juni í 2020 tók eitt lán á 1,6 milliardir fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við Covid-19.
Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri, enn áður væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021. Landskassans rentuberandi skuld er í løtuni umleið 4 milliardir krónur. Tað svarar til 18 prosent av BTÚ í 2021, sí myndina.
Í august í ár gav Moody’s Føroyum somu kredittmeting, sum seinast; tað vil siga Aa2 við støðugum útliti. Hetta er triðja hægsta rating (“próvtal”), sum eitt land kann fáa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Eitt mát fyri, hvussu tað gongur í eini fyritøku, er rentingin av eginpeninginum eisini kallað eginpeningsavkastið, ið verður roknað sum úrslitið eftir skatt í mun til eginpeningin í fyritøkuni. Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast
Myndin niðanfyri vísir eginpeningsavkastið hjá føroysku peningastovnunum frá 2010 til 2020.
Síðani 2016 hava allir føroysku bankarnir havt eitt positivt eginpeningsavkast.
Fyri tíðarskeiðið eru 2016 og 2017 tey bestu árini fyri allar bankar. At avkastið síðstu tvey árini ikki hava verið líka góð, er bæði tí úrslitið eftir skatt hevur verið eitt vet minni hesi ár, men eisini tí eginpeningurin hevur verið nakað hægri hesi árini.
Kapitalkrøvini til bankarnar hava síðani heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 verið hækkandi, og tí hækkar eginpeningurin.
Í 2019, ið var seinasta ‘vanliga’ árið, áðrenn covid-19 rakti, var árliga avkastið av eginpeninginum hjá BankNordik 10 prosent, hjá Betri Banka 6,2 prosent, hjá Norðoya Sparikassa 3,5 prosent og hjá Suðuroyar Sparikassa 0,63 prossent.
Sambært FinansDanmark var eginpeningsavkastið eftir skatt fyri danskar bankar til samanbering í miðal 8,6% í 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Hetta er sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør og áleið tað sama sum í 2019
Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Fyrstu átta mánaðirnar í ár var samlaði útflutningurin 5,7 milliardir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var útflutningurin 5,5 milliardir.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, var eisini útflutt fyri 5,7 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar, skrivar Hagstovan. Men fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin tó væl minni enn fyri tveimum árum síðani. Seinastu mánaðirnar er tó meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019.
Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20 prosent lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er tó hægri, bæði í nøgd og virði.
Laksaútflutningurin er vaksin 17 prosent, og var hann 2,6 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14 prosent í virði og 17 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði seks prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks sjey prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, sambært Hagstovuni
Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur, og tað er met, skrivar Hagstovan. Ongantíð fyrr er meira innfutt.
Nú innflutningurin til og við august er gjørdur upp, sæst, at innflutningurin vaks 8,4 prosent í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11 prosent.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og sæst hetta eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, hava vit brúkt 30 prosent meiri uppá brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna". Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira enn í fjør, sum er ein vøkstur á 39 prosent. Eisini sæst ein stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu – átta prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Dagstovnurin við Landavegin í Havn hevur fingið nýtt navn
Í vikuni var móttøka í samband við at Dagstovnurin á Landavegnum broytir navn til "Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus".
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, vóru við til hátíðarhaldið, og fingu teir heiðurin, at avdúka nýggja stovnsnavnið, nýggja búmerki og nýggju nøvnini á stovunum.
Nógv fólk var komið saman til hesa hátíðarløtuna, og bæði starvsfólk, foreldur og børn vóru spent. Hátíðarhaldið byrjaði við at Jens Marni Hansen sang, og harnæst bjóðaði Steinbjørn Viggoson Olsen stovnsleiðari vælkomin, til navnaskiftið og hugnaløtuna hjá dagstovninum.
Síðani var borgarstjórin Heðin Mortensen boðin at siga nøkur orð. Í røðu síni legði Heðin Mortensen fyri við at lýsa, hvussu vakurt og væl Hans Andrias Djurhuus kundi yrkja, eitt nú í flaggsanginum.
Eftir røðuna hjá borgarstjóranum, fekk Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, høvið til at halda røðu, áðrenn hann avdúkaði nýggju nøvnini á teimum einstøku stovunum
Eftir røðuna avdúkaði Annfinn Brekkstein nýggju stovu-nøvnini á dagstovninum. Og vóru allar stovurnar navngivnar við íblástri úr kendum barnarímum og sangum eftir Hans Andrias Djurhuus:
Snjósóljan broytir navn til “Marinarstova” (Lítla Marin fekk frá mammu síni)
Gullsóljan broytir navn til “Klæmintsstova” (Veturin kom við kulda og kava)
Tjarnarsóljan broytir navn til “Elsustova” (Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku)
Dreymsóljan broytir navn til “Onnustova” (Drívur døgg um døkka grund)
Sóljan broytir navn til “Glæman” (Meg minnist eina mynd)
Miðrúmið eitur framyvir "Bábylon" (Kongaríki í Bábylon)
Og starvsfólkarúmið eitur "Áarstova", uppkallað eftir barnaheiminum hjá Hans Andriasi.
Sum tað seinasta á skranni, kundi Heðin Mortensen borgarstjóri avdúka nýggja búmerkið og nýggja navnið hjá Dagstovninum. Og børnini vóru, sum vera man, øgiliga spent.
Tað er Sasho Bjartsson sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið hjá Dagstovninum Hans Andrias Djurhuus.
Frá vinstru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Sasho Bjartsson, ið hevur sniðgivið búmerkið, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Steinbjørn Viggoson Olsen, stovnsleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Fleiri myndir og røðurnar hjá Heðini Mortensen og Annfinni Brekkstein á heimasíðuni hjá kommununi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Hátíðarløta var í vøggustovuni Stella Maris í dag, har tær báðar nú hava havt 45-ára starvsdag
Hátíðarløta var í vøggustovuni Stella Maris, í samband við at Edna Strøm Günther og Marjun Nielsen hava verið 45 ár í starvi.
Heðin Mortensen handaði teimum heiðurstekin frá Tórshavnar Kommunu og fortjenstmedalje frá hennara hátign Margrethu Drotning og helt síðani eina røðu, har komið varð inn á nógvar av góðu eginleikunum hjá Ednu og Marjuni.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at nógv fólk var komið saman í Stella Maris, og at nógv var gjørt burturúr við køkum og kaffi og tónleiki, umframt handanini og røðuni. Ólavur á Váli Olsen framførdi nøkur løg, saman við systur síni Jonu Olsen, og mammuni Charlottu á Váli Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Komandi vikurnar skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við Trygd og Betri Trygging, fyri átak um gáloysni í ferðsluni
Hvat gert tú, meðan tú koyrir? Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum við nýggjum átaki fer at varpa ljós á gáloysni í ferðsluni komandi vikurnar.
Hetta verður gjørt í samstarvi við Trygd og Betri Trygging.
– Við einum spildurnýggjum átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.
Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur RFF sett evnið á breddan fleiri ferðir og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni. Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni).
Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:
Hvat siga hagtølini?
Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 kr í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon.
Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 kr, umframt klipp í koyrikortið.
Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið, skrivar RFF.
Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:
Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni, skrivar RFF.
– Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.
– Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.
RFF vísir á, at snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir ella tekur ímoti smsboðum, meðan ein koyrir. Eisini verður skotið upp, at onnur ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað enn at koyra, bjóða seg at taka sær av telefonsamrøðum, smsboðum, ella útvarpinum, ella at tey biðja bilføraran koyra til síðis og steðga bilinum, til teir eru til reiðar at halda fram at koyra.
Átakið um gáloysni byrjar í dag, 18. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Løgreglan ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin “Ársins íverkseti” í Føroyum og nú er FarPay kosin til “Børsen Gazelle 2021”, av danska blaðnum Børsen
Føroyska fintech fyritøkan FarPay, hevur seinastu árini havt stóra framgongd bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri tveimum árum síðani bleiv FarPay kosin “Ársins íverkseti” í Føroyum og nú er FarPay kosin til “Børsen Gazelle 2021”, av danska blaðnum Børsen.
Tað er ein stórur sigur fyri FarPay, eftir eitt ár, har korona heimsfarssóttin hevur sett forðingar fyri mongum fyritøkum. Nakrar fyritøkur eru kollsigldar, meðan FarPay hevur havt góðan viðstreym og hevur í 2020/2021 økt um bæði kundatal og umsetning, eins og undanfarnu árini.
Og tað er grundarlagið fyri Gazelle-prísin, har krøvini eru, at fyritøkan skal veksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi tvífalda umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.
Eitt stórt herðaklapp
- Vit eru ógvuliga stolt av at verða kosin til “Børsen Gazelle, staðfestur Sámal Samuelsen, stjóri.
- Tað er eitt stórt herðaklapp til okkara ágrýtnu starvsfólk, ið leggja nógva orku í at skapa tær tænastur, sum hava givið okkum stóran vøkstur og viðgongd hjá okkara kundum og teirra gjaldarum.
- At blíva kosin “Gazella” hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, men tað er eitt tekin um at úrslitini vit hava nátt seinastu árini eru sera góð. Og vit stríðast áhaldandi fyri at økja vøksturin og blíva Gazella aftur næsta ár. Tí hava vit sett fleiri nýggj starvsfólk, bæði í Føroyum og Danmark, og er starvsfólkatalið tvífaldað seinasta árið, so vit hava orku til at renna móti nýggjum málum, og enn fleiri framkomnum og brúkaravinarligum loysnum.
FarPay er fyrr í ár flutt í nýggja høvuðsskrivsstovu í Tórshavn, har rúmd er fyri framtíðar vøkstrinum hjá felagnum og fleiri starvsfólkum.
FarPay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar, men FarPay arbeiðir eisini við at víðka um virksemi til onnur lond.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Skipið er bygt í Kina í 2012
- Vit yvirtóku Vos Shine í Singapor hósdagin 14. oktober, og tá var merkið vundið upp í mastrina. Skipið er keypt tí vit royna at menna okkum, eisini í fjølbroytni.
Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari í reiðarínum Thor í Hósvík.
- Skipið er bygt í Kina í 2012, er 60 metrar langt og 14,9 metrar breitt. Tað hevur arbeitt í frálandavinnu, men skal nú umbyggjast, so tað kann gera onnur arbeiði eisini, sigur hann.
- Skipið kemur at arbeiða í frálandavinnu ymsastaðni í Asia, og harumframt ætla vit eisini at gera geologiskar botnkanningar, sigur Hans Andrias Kelduberg.
Fyribils kemur skipið at eita Vos Shine og skipari verður Helgi Pauli Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Tað sigur Birgir Lützen úr Havn. Hann hevur fingið tillutað kvotu úr Fiskimálaráðnum, og hevur keypt skip úr Noreg, sum kemur til Føroya um nakrar dagar
- Vit hava keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk. Skipið er klassað, og í sera góðum standi, sigur Birgir Lützen, sum er reiðari í nýggja felagnum Gráasteini, sum hevur keypt skipið til Føroya.
Talan er um norska skipið Havfisk.
- Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, sigur reiðarin við Portalin.
Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen.
Skal eita Birita
Skipið, sum verður skrásett í Tórshavn, fer at fáa navnið Birita, sum er navnið á yngstu dóttrini hjá Birgir og konuni, og fær kenningarnummarið TN 132, sum er kenningarnummarið hjá fyrrverandi Nornagesti, sum abbi Birgir átti.
- Um abbi livdi, so hevði eg ivaleyst kallað skipið Nornagestur, men eg vil heldur uppkalla dótttur mína enn einum skipið, sum abbi mín, sum er farin herfrá, hevur átt, sigur Birgir Lützen.
Birgir sigur, at tað verða Tórfinn Debes Davidsen, og bróðurin Sámal Davidsen, sum koma at føra Biritu, og at farið verður til fiskiskap so skjótt øll loyvini eru komin uppá pláss.
Birita er bygd í 2000, er 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling.
Tveir nýggir aktørar í uppsjóvarvinnuni
Fiskimálaráðið hevur áður sagt, at tað hevur verið lagt upptil, at tað skal verða pláss fyri einum, møguliga tveimum nýggjum aktørum. Men nøgdirnar, sum eru útlutaðar eru í so lítlar, at at talan verður so lítið í part, og tí eru nýggju skipini heldur gomul.
Hitt felagið, sum hevur fingið kvotur til ítøkiligt skipakeyp, er Ango úr Vági, sum hevur keypt Junior úr Hirtshals. Junior er eisini bygt í 2000.
Nøgdirnar, sum eru útlutaðar til hesar báðar verkætlanirnar eru:
• 9.490 tons av svartkjaftti
• 3.007 tons av makreli
• 4.162 tons av norðhavssild
Umframt hesi tonsini, so hava feløgini fingið nøgdir, sum eru fluttar frá 2020:
• 884 tons av svartkjaftti
• 1.966 tons av makreli
• 3.412 tons av norðhavssild
Av tí at nøgdirnar eru so lítlar kann hugsast at skipini ikki vera í vinnu alt árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Felagið í Vági, sum fekk kvotur til ítøkiligt skipakeyp hevur nú keypt skip úr Danmark
Felagið Ango í Vági sum hevur fingið játtað kvotur úr Fiskimálaráðnum hevur keypt uppsjóvarskipið Junior.
Tað váttar Heri Godtfred, ein av stigtakarunum fyri jn.fo.
Junior sum áður hevur verið í føroyska flotanum við navninum Nýborg fer nú at seta kósina úr Hirtahals móti Føroyum.
Hitt felagið, sum eisini hevur fingið kvotur úr Fiskimálaráðnum, Sp/f Gráastein, arbeiðir sum skilst við at keypa norska uppsjóvarskipið Havfisk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Mobili kranin gevur Samskip heilt aðrar møguleikar
Samskip hevur útvegað sær ein nýggjan stóran krana.
Nýggi kranin gevur Samskipum heilt aðrar møguleikar. Talan er um ein um mobilan kajkrana, ið kann lyfta nakað omanfyri 100 tons. Kranin vigar uml. 400 tons við kontravektum, og kranaførarin situr í 24 metra hædd, skrivar Runavíkar Havn á heimasíðuni.
Primera virksemið er at landa og lasta bingjuskipini hjá Samskipum. Arnarfell og Helgafell hava skipskrana, men Samskip vænta at kunna gagnnýta skipini betur og skunda undir operatiónina við kajkrananum, umframt at hesin kranin gevur teimum møguleika at taka ímóti skipum, ið ikki hava skipskrana.
Slíkir kranar eru bert í Tórshavn sum nú er, og tí kann tað eisini hugsast, at Runavíkar havn kann fáa fyrimunir av krananum í framtíðini við at bjóða seg fram at taka ímóti kranaleysum skipum við tungari last, ið skal uppá land í Føroyum. Men tað má tíðin vísa, siga tey á skrivstovuni hjá Samskipum í Saltangará, sigur Runavíkar Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Hevur sitið fongslaður í Russlandi síðani januar mánað
Fongslaði russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, fær viðurkendu Sakharov-virðislønina í ár. Tað boðaði EPP tingbólkurin í Europa-tinginum frá í gjár.
Navalnyj er ein av harðastu kritikarunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Síðan januar hevur hann sitið fongslaður, eftir at hann vendi heimaftur til Russlands úr Týsklandi. Her var hann í viðgerð í fleiri mánaðir fyri eitt eitursálop móti honum, sum hann sigur Kreml standa aftanfyri – nakað, ið forsetin hevur víst aftur.
Sakharov-virðislønin er ein høgt vird mannarættindavirðisløn, sum viðurkennir andstøðingar og politiskar frávíkjarar. Virðislønin er á 50.000 evrur.
Virðislønin hevur navn eftir sovjetrussiska andstøðingin, vísundamannin og Nobel-heiðurslønarvinnaran, Andrej Sakharov.
Í fjør var tað andstøðurørslan í Hvítarusslandi, sum fekk heiðurslønina, sum fyrr eisini er latin saudiarabiska blokkaranum, Raif Badawi og pakistansku Malala Yousafzai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Í Stórabretlandi hevur kjak stungið seg upp um trygdina hjá teimum fólkavaldu, eftir at David Amess varð dripin fríggjadagin
Í kjalarvørrinum á drápinum á konservativa politikaranum David Amess seinasta fríggjadag, hevur kjak stungið seg upp um trygdina hjá politikarum í Stórabretlandi.
Bretski innlendismálaráðharrin, Priti Patel kallar drápið "eitt vitleyst álop á sjálvt fólkaræðið", og hevur hon boðað frá, at trygdartiltøkini fyri politikarar skulu endurskoðast alt fyri eitt.
M.a. eigur mann at umhugsa, hvar veljarafundir verða hildnir, og um trygdarfólk eiga at vera til staðar, sigur hon sambært Reuters.
Lindsay Hoyle, formaður í bretska Undirhúsinum, hevur eisini boðað frá, at hann ynskir at endurskoða trygdartiltøkini í bretska tinginum.
69 ára gamli David Amess varð álopin undir einum veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í býnum Leigh-om-Sea í Onglandi, góðar 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum London. Amess doyði, eftir at hava verið stungin fleiri ferðir.
Stutt eftir varð ein 25 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, handtikin á staðnum. Málið verður kannað sum yvirgangur.
Fyri fimm árum síðani varð ein annar poltikari eisini dripin. Tá var tað Jo Cox, ið umboðaði flokkin Labour, sum varð stungin niður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Norska seismikkfelagið PGS tulkar í løtuni seismikk skotin eystan fyri Føroyar av nýggjum, nú vónir eru til at gera nýggj olju- og gassfund í økinum
Eitt av heimsins størstu seismikkfeløgum, norska PGS, hevur í mong ár skotið og tulkað seismikk á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. Úrslitið av hesum arbeiði hevur so eisini verið av stórum týdningi, tá oljufeløg hava sett borin í undirgrundina í hesum stóra økinum, og hevur verið við til at troffið við bæði olju- og gassgoymslur í undirgrundini.
Millum føroyingar er norska seismikkfyritøkan PGS eisini kend fyri tætta og týdningarmikla samstarvið við føroysku frálandsfyritøkuna Thor í Hósvík.
Herfyri boðaði PGS frá í tíðindaskrivi, at tað er farið í gongd við at nýtulka 3D seismikk í einum stórum øki framvið føroyska markinum, og síðani hesi tíðindi komu fram í vár, hevur felagið nærum tvífaldað kanningarøkið, sum liggur eystan og vestan fyri føroyska markið.
Felagið sigur, at nýtulking av seismikki, sum tess skip hava skotið fyri tíð síðani, verður gjørd, nú oljuvinnan hyggur longur og longur vestureftir, har nógv øki eru lítið kannað, og tað tískil eru møguleikar fyri, at olju- og gassfund, sum eru gjørd longur eystari á Atlantsmótinum, halda fram vestureftir.
Fyribils kanningar og tulkingar geva týðandi ábendingar um, at økið eystan fyri føroyska markið kann rúma enn ókendar nøgdir av olju og gassi. Upprunaliga var ætlanin at kanna eitt øki uppá 8000 ferkilometrar, men nú er talan um 16.000 ferkilometrar, og er áhugavert at staðfesta, at økið, sum í løtuni verður kannað, liggur fyri stóran part allan vegin fram við føroyska markinum og fleiri staðni inni á føroyska landgrunninum eisini. Kanningarnar vóru m.a. gjørdar í 2013 og 2015.
PGS sigur í tíðindaskrivi, at vónirnar til at gera nýggj fund í økinum eru stórar, serstakliga nærhendis olju- og gasskeldum, sum longu eru funnar og har onkrar teirra eisini framleiða kolvetni í dag.
Áhugavert fyri bæði Bretland og Førpoyar
Ikki kann sigast annað enn, at hetta stigið er áhugavert fyri ikki bert Bretland men eisini Føroyar, nú tá nýggj orka verður løgd í at kanna undirgrundina í okkara nærumhvørvi meira nágreiniliga.
At farið verður undir slíkar kanningar í eini tíð, har mótstøðan móti hesum orkusløgum er vaksandi, kann bert vera ein ábending um, at vónirnar til at finna olju og gass um okkara leiðir framvegis eru til steðar. PGS sigur víðari, at úrslitið av kanningini verður longu klárt í januar mánað næsta ár.
Tað áhugaverda við kanningini er eisini, at brúkt verður tann mest nútímans útgerðin til tulkingina, nevniliga breiðband, sum nettupp PGS hevur verið sera heppið við at brúka í sínum arbeiði kring heimin. Christoffer Watts frá PGS sigur, at tey við hesum kollveltandi kanningarháttinum eru før fyri at betra vitanina til øki, sum eru fjald av basalti eins og øki omanfyri basaltløg. Hesi liggja m.a. nær Føroyum.
Nýggja tulkingin kann koma sera væl við
PGS sigur annars í síni kunning, at fyri oljufeløg, sum longu hava funnið olju- og gasskeldur vestan fyri Hetland, kann nýggja tulkingin av seismikkinum koma væl við, tí hon fer at gera tað lættari hjá oljufeløgunum at peika út øki nærhendis verandi fund, har møguleikarnir eru størstir fyri at finna nýggjar goymslur í undirgrundini. Og kanningarnar koma so eisini sera væl við hjá oljufeløgum, sum hava fingið tillutað nýggj leitiloyvi, men sum enn ikki hava sett borin í.
Hyggja vit at kortunum frá PGS so gongur kanningarøkið heilt inn at markinum og fer fleiri staðni vestur um markið og inn á føroyska landgrunnin.
Oljufeløg, sum hava loyvi her eystan fyri markið, eru m.a. Siccar Point Energy, Shell, Suncor, Athena, Corallian, Total, Equinor og BP. Kendastu keldurnar, sum longu eru funnar í økinum, eru Cambo, sum liggur heilt tætt upp at føroyska markinum eins og Rosebank, sum liggur eitt sindur frá markinum.
Soleiðis fer oljupallurin á Cambo-leiðini at síggja út og verður hann at síggja tætt við markið.
Hvat Cambo keldurni viðvíkur so hava Siccard Point og Shell latið inn umsókn til myndugleikarnar at byggja kelduna út til framleiðslu. Rættiligur rumbul hevur annars verið rundan hesa umsókn, tí umhvørvisfelagsskapir vilja steðga eini útbygging, meðan vinnan heldur útbyggingina hava alstóran týdning. Nú er upp til myndugleikarnar at taka endaliga støðu til umsóknina, hvat helst verður gjørt seinni í hesum árinum.
Um Cambo fær grønt ljós til útbygging, so er ætlanin at leggja gassleiðing frá føroyska markinum og víðari í verandi infrastruktur vestan fyri Hetland. Tað skapar heilt nýggjar møguleikar fyri eina framtíðina føroyska olju- og gassvinnu.
Aðrar útbyggingar, sum standa fyri framman, eru eitt nú Rosebank. Equinor, sum er fyristøðufelag, fer í 2022 at taka endaliga støðu til eina útbygging. Og síðani koma eisini aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Clair South hjá BP og Grendronach hjá Total.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Fyritøkan Ineos, sum í dag framleiðir ymisk sløg av kemikaliun og eisini er størsti framleiðari av vetni í Evropa, fer nú av álvara at menna nýggju grønu orkuloysnina vetni
Felagið fer at gera íløgur í fleiri verksmiðjur í Evropa, sum við elektrolysu skulu framleiða vetni (hydrogen) uttan útlát. Kostnaðurin er 2,3 milliardir dollarar. Fyrstu verksmiðjurnar verða bygdar í Norra, Týskalandi og Belgia komandi 10 árini og síðani koma fleiri í Bretlandi og Fraklandi.
Felagið sigur, at tað fer at samstarva tætt við stjórnir í ES, sum hava sett vetnisframleiðslu frammaliga í grøna orkuskiftinum. ES hevur longu gjørt av at byggja út elektrolysuútgerð uppá 40GW. Tað er útgerð, sum skal framleiða vetni uttan útlát við at brúka vatn og varandi orku. Henda fer m.a. at koma frá vindmyllum. Í farna mánaði boðaði Ineos frá, at tað fer at broyta skotska petrokemiska verksmiðju og eitt oljureinsarí í Grangermouth til at verða rikin við vetni. Tann verkætlanin er uppá 1,4 milliardir dollarar og skal tryggja net zero útláti í 2045.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
ES ætlar sær at taka stig til at banna nýggja olju-, gass- og kolaframleiðslu í Arktis, hetta fyri at verja økið, sum er sera meint rakt av veðurlagsbroytingum
Stigið, sum verður tikið av ES-nevndini, er partur av nýggju arktisku strategiini hjá felagsskapinum og sum eisini fevnir um kolvetni og orkuframleiðslu í Arktis skrivar Arctic Today.
ES vil við hesum stigi gera vart við tess altjóða leiklut, hóast tað kortini bert hevur ein avmarkaðan leiklut í Arktis. ES er ikki limur í Arktiska Ráðnum, hóast trý av limalondunum, Danmark, Finland og Svøríki eru tað.
- ES vil tryggja, at olja, kol og gass verða verandi í undirgrundini, og tað fevnir eisini um Arktis, sigur umboð fyri felagsskapin. ES innflytur tó framvegis olju og gass, sum stava frá arktiska økinum, verður lagt aftrat.
ES nevndin ætlar sær at arbeiða saman við øðrum londum at forða fyri, at kolvetnisgoymslur í Arktis og øðrum økjum við verða troyttar. Og heldur ikki at keypa kolvetni, sum kortini verða framleidd har.
Arktis er eitt tað økið í heiminum, har veðurlagsbroytingarnar síggjast best. Tað er vorðið heitari tríggjar ferðir so skjótt sum restin av jørðini seinastu 50 árini skrivar Arctic Today og hevur tað elvt til, at ísurin bæði á landi og til havs er bráðnaður og havflatan hækkað eins og avleiðingarnar tað hevur fyri permafrostin.
Fyri at kunna gera vart við seg í Arktis hevur ES í umbúnað at lata upp skrivstovu í Grønlandi eins og USA gjørdi í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Danska borifelagið Maersk Drilling hevur fingið til uppgávu at bora heimsins djúpasta brunn
Tað er orkufelagið TotalEnergies, sum hevur latið donsku fyritøkuni avbjóðandi uppgávuna út fyri Angola í Afrika.
Tað verður boriskipið Maersk Voyager, sum skal bora Ondjaba-1 leitibrunnin í Angola. Brunnurin verður 3.628 metrar djúpur. Verandi heimsmet í boridýpi eigur enn eitt av boriskipunum hjá Maersk, Maersk Venturer, tá tað boraði brunnin Raya-1 eisini fyri TotalEnergies út fyri Uruguay í 2016. Hann var 3.400 metrar.
Maersk Voyager er frá 2014 og útgjørt við mest nútímans boriútgerðini. Korona hevur gjørt, at boriskip hjá Maersk hava ligið fyri teym, men nú er so gongd komin á aftur við tilsamans trimum brunnum fyri franska orkufelagið, allar í Angola. Eftir tað skal skipið til Namibia.
Kelda: Offshore Energy
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Fyritøkur í Skotlandi hava ítøkiligar ætlanir um at menna vindorkuna til havs, og ein teirra er Cerulean Winds
Hjá næstu grannum okkara, í Noregi og í Skotlandi, verður vindorka til havs raðfest hægri og hægri, og er tað eisini í tráð við grøna umskiftið, sum altjóða orkustovnurin IEA nú eisini vil vera við, gongur ov seint.
Vit umrøddu í grein nú um dagarnar royndirnar í Norra at menna vindorkuna til havs. Har hevur orkurisin Equinor lagt fram eina ætlan at brúka 350 milliardir krónur komandi 10 árini til at menna varandi orku eitt nú frá vindmyllum til havs.
Og hinumegin Norðsjógvin vilja skotar ikki vera eftirbátar. Eisini har verður menningin av varandi orku og her serstakliga vindorku raðfest hægri og hægri. Eins og Equinor í Norra so hava serfrøðingar innan útbygging av verkætlanum til havs gjørt uppskot til eina menningarætlan av flótandi vindi uppá nærum 100 milliardir krónur, sum eins og norsku ætlaninar, m.a. skulu brúkast til at minka um stóra útlátið frá olju- og gasspallum til havs.
Men til tess at kunna fara undir risastóru vindorkuætlanina, so má tað almenna eisini vera við, siga Dan Jackson og Mark Dixon frá fyritøkuni Cerulean Winds, sambært Energy Voice.
Teir halda tað hevur skund, at stjórnin tekur stig til stuðla oljufeløgunum, sum vilja taka stig til at minka um útlátið við eitt nú at byggja út vindorkuna. Størsta avbjóðingin hjá oljufeløgunum, sum reka pallar í Norðsjónum, er útlátið og eru vinnan og myndugleikar eisini samd um, at okkurt ítøkiligt má gerast – eftir nøkunlunda sama leisti sum á norska landgrunninum.
Teir hava sett upp eina ætlan um at seta upp 200 vindmyllur vestan fyri Hetland og í Norsðjónum, hvørs orka m.a. skal verða brúkt til at reka mongu oljupallarnar í økinum. Hesir verða í dag riknir við gassturbinum frá egnari framleiðslu, og hava rættiliga stórt útlát við sær.
Tað skal broytast. Cerulean sigur, at vindmyllurnar kunnu nøkta rakstrartørvin hjá meginpartinum av pallunum á bretska landgtrunninum. Og her verður ikki bert hugsað um teir verandi pallarnar. Talan er eisini um at taka neyðugu stigini til at útvega komandi pallum ikki minst vestan fyri Hetland neyðugu vindorkuna.
Millum manna verður Skotland mett sum eitt tað best egnaða landið í heiminum til útbygging av vindmyllum til havs. Og í okkara næsta grannalagi, Hetlandi, verður arbeitt miðvíst við hesi menning, nú mangt bendir á, at júst Hetland kann gerast ein framtíðar miðdepil fyri júst vindorkumenningini bæði eystanfyri og vestan fyri oyggjarnar. Har er eitt felag við heitinum Orion Energy farið undir ítøkiliga menningarætlanir og hevur felagið eisini tætt samstarv við eitt nú Cerulian Wind.
Umboð fyri Cerulian Wind vóna, at vindorkan til havs fer at verða raðfest á komandi veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Skotlandi í næstum. Eingin ivi um at tað eisini hevur stóran áhuga í Føroyum eisini, her tað verður strongt á at menna vindorkuna, fyribils á landi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Níggju ES lond eru farin undir samstarv saman við Fraklandi um eina ætlan at menna kjarnorkuna sum part av grøna orkuskiftinum
Kjakið um kjarnorku sum framtíðar orkukeldu er aftur frammi, nú grøna orkuskiftið hevur tikið dik á seg. Hóast kjarnorka er illa lýdd av mongum, so halda onnur, at hon eigur at vera ein náttúrligur partur av orkuskiftinum, nú hon einki útlát hevur við sær.
Um somu tíð sum fleiri lond vilja sleppa sær av við kjarnorkuna, eitt nú Svøríki og Týskaland, so eru tað onnur, sum ganga tann øvugta vegin og vilja gera stórar íløgur í útbygging av kjarnorkuverkum.
Eitt av hesum londum er Frakland.
- Vit ætla okkum ikki at vera bundin at gassi úr øðrum londum. Vit hava kjarnorkuna og fáa meginpartin av streyminumhaðani og hana ætla vit at menna, nú hon einki útlát hevur við sær. Um vit skulu vinna stríðið móti veðurlagsbroytingum, so hava vit tørv á kjarnorku, segði franski fíggjarmálaráðharrin Bruno Le Maire herfyri.
Frakland er eitt av teimum londum, sum brúkar mest kjarnorku í síni orkuskipan. Herfyri søgdu 9 lond í ES, at tey ætla at fylgja Fraklandi við at menna kjarnorkuna. Hesi londini eru Kekkia, Bulgaria, Kroatia, Finland, Ungarn, Poland, Rumenia, Slovakia og Slovenia.
Eisini Bretland, sum ikki longur er partur av ES, sigur seg vilja menna kjarnorkuna.
Nú um dagarnar segði franski forsetin Emmanuel Macron, at Frakland fer at fremja grøna skiftið gjøgnum kjarnorku, elbilar og flogferðslu, sum brúkar minni og reinari brennievni. Í eini ætlan nevnd “Frakland 2030” eru settar av 30 mia. euro til at fremja hesa ætlan.
- Vit skulu vera leiðandi innan grønt brennievni í 2030, sigur Macron. Landið ætlar m.a. at røkka málinum við 2 mió. el- og hybridbilum í 2030, og tað fer at menna eitt sonevnt mini kjarnorkuverk og tvey grøn vetnisverk í 2030.
Tey níggju ES londini vilja hava Bruxelles til at góðtaka kjarnorku og gass sum burðardyggar orkukeldur í framtíðini og sum part av tí grøna orkuskiftinum.
Eingin ivi er um, at eisini kjarnorkan fer at verða umrødd á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Annað árið á rað fekk føroyskt undirvísingartilfar virðisløn frá Belma-felagsskapinum
Annað árið á rað hevur Nám vunnið virðisløn í kappingini um besta undirvísingartilfar í Evropa. Í ár er vinningurin silvur fyri talgilda tilfarið ”Sjófeingi”. Í fjør vann Nám gull fyri samansetta undirvísingartilfarið ”Finka”.
Dómsnevndin hjá Belma kunngjørdi í vikuni úr Frankfurt í Týsklandi, har bókamessa er, eina støðulýsing fyri føroyska tilfarið og síðan grundgeving hjá trimum dómsnevndarlimum fyri at geva Námi silvurheiðursløn fyri føroyska undirvísingartilfarið “Sjófeingi”:
Tilfeingi úr havinum
Talan er um talgilt undirvísingartilfar í lærugreinini náttúru og tøkni til næmingar í 6. flokki, har evnið er burðardygg gagnnýtsla av øllum tilfeingi úr havinum.
Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri Belma, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award.
Tríggir dómsnevndarlimir hjá Belma hava mett um undirvísingartilfarið hjá Námi.
Fyrsti dómsnevndarlimur sigur:
Tilfarið fevnir um eina rúgvu av kunnandi teksti, uppgávum, filmum, myndum og kortum, sum geva næmingum fleiri møguleikar at læra. Tilfarið brúkar Føroyar sum støði og fer so longur út í heim at kanna viðurskiftini, og leggur dentin á burðardygd og veðurlagsviðurskifti á ein væl skipaðan hátt. Næmingarnir fáa góðar møguleikar at hugsa um evnini í felag. Myndirnar eru góðar. Filmur ger evnið nærverandi við persónligum søgum. Tað er lætt at navigera í tilfarinum. Dygdarfyrilestrar um ymisk evni geva tilfarinum eyka ískoyti.
Annar dómsnevndarlimur sigur:
Tilfarið hevur høga góðsku, hugtakandi snið og lætta navigatión. Lay-out er klárt og attraktivt. Væl skipað fokus er á smálutir í føroyskari fiskivinnu og alivinnu við teim altjóða avbjóðingum, sum eru knýttar at eini burðardyggari føðiketu, sum tó eisini gevur rúmd fyri umhvørvistrupulleikum og -vernd. Tilfarið er innihaldsríkt og skilliga skipað, hóast summir partar eru samansettir. Inngangurin er greiður og lættur at skilja, hóast hann vísir til eitt nýtt evni á ein nýggjan hátt. Sjáldsama góðar myndir eru brúktar til hvørt av teim átta økjunum og samsvarandi evnunum. Tekningar og onnar myndalig amboð stuðla upp undir tekstin, og framúr góðir videofilmar geva tilfarinum ein munandi ágóða. Her er gott samstarv millum undirvísing og læring og didaktiskt og metodisk amboð - frá vanligum frágreiðingum og framsetingum til frágreiðingar, telduspøl og kort at lesa. Ymsar uppgávur og ymiskt virksemi er, sum vendir sær bæði til einstaka næmingin og bólkin, og amboð at meta við eru løgd væl inn í tilfarið.
Triði dómsnevndarlimur sigur:
Myndaliga hugtakandi, høg góðska, filmisk videobrot, sum gera tilfarið viðkomandi. Undirvísingarevnið um burðardygga fiskivinnu er ógvuliga týdningarmikið fyri málbólkin og ta tíð, vit liva í.
Belma 2021 niðurstøða um føroyska undirvísingartilfarið Sjófeingi:
Samvirkna kortið gevur eina framúr góða og stuttliga innleiðslu, sum fevnir næmingarnar og dregur teir til sín. Greitt verður frá um samansett evni við video, animatiónum, myndum og stuttum teksti. Eitt gott savn við eykatilfari, sum bæði næmingar og lærarar kunnu brúka, fylgir við.
Silvur fyri burðardygd í undirvísing
Við bókini ”Finka” vann Nám gull í kappingini um bestu skúlabók í Evropa í fjør.
Í ár var Nám í tveimum førum við í kappingini um besta nýggja undirvísingartilfar í Evropa. Umframt talgilda tilfarið ”Sjófeingi”, sum vann silvur, luttók Nám eisini í kappingini við bókini ”Søgur um ull”, sum Ása Hátun skrivaði.
Nám hevur gjørt virðislønta undirvísingartilfarið ”Sjófeingi” saman við Tökni og Sjókovanum.
”Sjófeingi” er grundað á toLRN læringsplatformin hjá Tökni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Mentanarvirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar 2. november. Danmarks Radio sendir tiltakið beinleiðis
Virðislønir Norðurlandaráðsins verða í ár latnar á tiltaki, sum verður í leikhúsinum, kallað Skuespilhuset í Keypmannahavn.
Hetta hendir 2. november í sambandi við at Norðurlandaráðið heldur sín ársfund í danska høvuðsstaðnum í ár.
Og tað er eisini longu greitt, at tað verður Føroya løgmaður, sum handar heiðurslønina, sum verður mett at vera tann mest tignarliga, bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, ið hevur verið latin síðan 1962.
Lív Maria Róadóttir Jæger
Um løgmaður fær høvi at lata prísin til Lív Mariu Róadóttir Jæger, fáa vit so ikki at vita fyrr enn á sjálvum tiltakinum, sum verður sent beinleiðis á DR2, og helst á KvF eisini. Stuttligt hevði tað í hvussu so er verið. Lív Maria er dóttir einasta føroyingin, sum hevur fingið hesa ta tignarligastu av virðislønum Norðurlandaráðsins. Rói Paturson fekk virðislønina fyri yrkingasavnið “Líkasum” í 1986.
Nú er dóttirin tilnevnd fyri yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír”.
Tað er ikki heilt rætt, at Rói Patursson er einasti føroyingur, sum hevur fingið bókmentavirðislønina. William Heinesen hevur eisini fingið hana, tað var í 1965 fyri dansktmæltu skaldsøguna “Det gode Håb”, men hetta árið vóru tað tveir rithøvundar, sum fingu heiðurin. Hin var sviin Olof Lagerkrantz.
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen (Savnsmynd: Súsanna Smith Johansen)
Norðurlandaráðið letur fimm virðislønir.
Tað verður fyrrverandi danski móttakarin av hesi virðisløn, talskvinnan móti matoyðsli, Selina Juul, sum handar virðislønina. Millum møguligu móttakararnar er føroyska Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen og hennara átak fyri at menna lokala matframleiðslu, Matkovin, sumer tilnevnd.
Sjónleikarin, sum er aktuellur í nýggja James Bond filminum og í spennandi Netflix-føðini “Kastanjemanden”, David Denick, letur hensa heiðurslønina. Føroyar gera ikki tilnevningar til hesa heiðurslønina.
Eivør
Kórleiðarin og tónasmiðurin, og vælumtókti sjónvarpsverturin, Phillip Faber, handar tónleikavirðislønina í ár. Føroyar hava tilnevnd Eivør Pálsdóttir til hesa heiðurslønina, sum annað hvørt ár verður latin einum tónasmiði og einum virkandi tónleikara.
Tónleikavirðislønin verður mett at vera tann næst mest tignarligasta av heiðurslønunum eftir bókmentavirðislønina.
Henda virðislønin er latin síðan 1965, og eisini her er hon bert eina ferð latin føroyingi. Tað er Sunnleif Rasmussen, sum fekk virðislønina í 2002 fyri symfoniina "Oceanic Days".
Marjun Syderbø Kjælnes
Nýggjasta virðislønin er hon fyri barna- og ungdómsbókmentir. Bárður Oskarsson vann hesa virðislønina fyri trimum árum síðani. Í ár er Marjun Syderbø Kjelnæs tilnevnd fyri bókina “Sum rótskot”.
Hennara hátign, Mary krúnprinsessa av Danmark, handar hesa heiðurslønina.
Vertur fyri tiltakinum í Skuespilhuset verður norski sjónleikarin, Jakob Oftebro, seinast sæddur í danska stórfilminum “Margrethe I”.
Undirhaldinum annars standa Tina Dickow, Vocal Line, Mathias Heise Trio og Helgi Jónsson fyri. Tiltakið endar við velagssangi, har DR Pigekoret syngur fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Tjóðsavnið leggur fram ætlanir um m.a. eina náttúrugranskingarstøð
Í komandi viku skipar Tjóðsavnið fyri almennum kunningartiltaki, har greitt verður um stórar ætlanir í Koltri.
Fundurin verður í hølum savnsins í Brekkutúni í Hoyvík týskvøldið 26. oktober.
Seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við ymiskum ætlanum í Koltri. Nú hetta er komið somikið ávegis, ynskir Tjóðsavnið nú at kunna almenningin um ætlanirnar.
Verkætlanin kann í stuttum lýsast soleiðis:
Í 2012 var arbeiðið at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum ein býling umboðandi bóndasamfelagið umleið 1870, liðugt. Eftir hetta fekk Tjóðsavnið ábyrgdina av oynni og at gera eina serliga antikvariska skipan fyri hana.
Verandi verkætlan er býtt í tvey, ein mentanarsøguligan part og ein náttúrufrøðiligan part. Tann mentanarsøguligi parturin umfatar sunnara part av oynni við bygdarlagi og bøi. Her er ætlanin at endurreisa bygningar, byggja vitjanardepil, gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar.
Í náttúrufrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn Føroya fyrstu náttúrugranskingarstøð, byggja verkstovur og umframt at gera framsýningar, undirvísingartilboð og aðrar upplivingar.
Málbólkurin fyri verkætlanini er breiður. Tilboð vera til skúlanæmingar, miðnámsskúlanæmingar, útlendsk og føroysk ferðafólk, vinnuna og onnur, sum kunnu njóta friðin úti í Koltri. Afturat hesum verður so granskingin hjá Tjóðsavninum, sum hevur stóran altjóða áhuga.
Á kunningarkvøldinum, fer Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum at greiða frá verkætlanini og hugsaninanirnar aftanfyri. Síðan fer Janus Hansen, savnsvørður at greiða frá kanningararbeiðinum av náttúruni í Koltri. Hann fer eisini at tosa um ætlanirnar við granskingarstøðini og um ætlanirnar at taka seyðin av norðara partinum av oynni og skipa hann sum eitt náttúrufriðøki.
Eftir ein støðg fer Høgni Hansen, arkitektur at greiða frá teimum nýggju bygningunum, sum verða partar av framtíðar virkseminum í oynni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
20. november fer føroyski rappbólkurin Swangah at hava konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við, at 10 ár eru liðin, síðan fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom út
Tann 20. november í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um stóra rapp-konsert hjá bólkinum Swangah.
Hetta er í sambandi við, at tað í ár eru 10 ár síðan, fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom á føroyska marknaðin í 2011, og fer bólkurin at framføra øll løgini á útgávuni hetta kvøldið.
Afturat Swangah fara Marius DC, RSP og Ghostnotes at framføra.
Í 2018 vóru Swangah virðisløntir á FMA, har teir fingu viðurkenning fyri mongu árini av tónleikaligum útláti, íkasti og sermerki til tað, ið einskilda er kent sum føroyskt hiphop. Swangah er vorðin ein grundsteinur í føroyskum hiphop og rapp, og við 10 ár á baki síðani fyrstu útgávuna, og skal hetta hátíðarhaldast saman við Føroya fólki, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.
“Belials Synir” kom út í 2011, eftir at Swangah setti hol á fyrstu rapp-verkætlanina av sínum slag í føroyskari søgu. Greitt var beinanvegin, at einki líknandi nakrantíð var sæð ella hoyrt í Føroyum og eftir bert fáar vikur, hevði Swangah sett síni spor í føroyska landslagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Nýggi leikurin, “Portrettið” eftir Jóanes Nielsen, verður frumframførdur 13. november
Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á?
"Portrettið" er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr – men við søguligum botni – pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða.
Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni.
Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta – Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 – og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.
Leikarar eru Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Hans Tórgarð sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen.
Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.
Portrettið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november. Hetta er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru "Eitur nakað land Weekend?" (Gríma 2001), "Aftaná undrið" (Tjóðpallurin 2009) og "Havfrúgvin" (Tjóðpallurin 2016).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Harmonikudansur verður í Tilhaldinum í Havn seinasta mikukvøld í mánaðinum
Havnar Harmonikufelag letur nú dyrnar upp fyri pensjónistum og øðrum áhugaðum, tá vant verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn.
Harmonikufelagið venur seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði millum kl 20.30 og 21.30. Hesin tímin er mest ætlaður pensjónistum, sum á henda hátt kunnu fáa eina hugnaløtu við harmonikutónleiki og møguliga enskum dansi hesa løtuna.
Tað kostar onki at koma inn og kaffi og okkurt søtt verður at fáa til keyps.
Fyrstu kvøldini verða 27. oktober og 24. november, men í desember verður onki tiltak. Ætlanin er so at tiltakið annars verður hvørt seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði í ein tíma frá kl 20.20, stendur at lesa á heimasíðuni torshavn.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Svenska poppstjørnan Jenny Wilson hevur konsert 6. november í Norðurlandahúsinum, og tað verður við upphiting frá føroyska stjørnuskotinum Horrse
Leygarkvøldið 6. november hevur svenski sangarin og sangskrivarin Jenny Wilson konsert í Norðurlandahúsinum.
Síðan hon trein á pallin fyri fyrstu ferð í 2005, hevur hon vunnið virðislønir og altjóða viðurkenning fyri sítt nýskapandi ljóð og ikki minst fyri sínar djørvu tekstir. Tekstir, sum koma tætt inn at lívi hennara og millum annað siga frá neyðtøku, brótskrabba og tí at vera mamma.
1. oktober gav hon út sjeyndu útgávu sína, MÄSTERVERKET.
Men tað verður ikki bert Jenny Wilson, sum verður at hoyra hetta kvøldið. Tað verður nevniliga føroyski Horrse, sum fer at hita upp fyri hana, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
25 ára gamli føroyski tónleikarin Ragnar Finsson hevur eina tónleikafortíð, ið breiður seg yvir nógvar greinar sum t.d. punk, jazz og blues. Í dag undir listanavninum Horrse, er hann kendur fyri at trína á pallin við sínum gitari og veita fólkatónleik við einari nýmótans tulking. Tey inniligu løgini bera ofta dám av sálarligum stríði og einari óró.
Seinasta staklagið hjá Horrse eitur “You’re a Ghost”, sum snýr seg um at sleppa teimum tingunum ið tyngja ein. Tað kann vera menniskju, støð ella partar av einum sjálvum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Í dag verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og hetta ávirkar ferðsluna, upplýsir Tórshavnar kommuna
Leygardagin 23. oktober verður serføroyskur matmarknaður í Tórsgøtu í Havn, og í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 10-17, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.
Umframt søluborðini verður annað eisini at uppliva á degnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Avvaksin forngripur funnin út fyri norðurstrond Ísraels
Eitt svørð, sum ein krossfari helst hevur borið fyri umleið 900 árum síðani, varð herfyri funnið út fyri norðurstrond Ísraels. Tað var ein frítíðarkavari, sum fann svørðið, skrivar BBC.
Frítíðarkavarin, Sholmi Katzin, hevur handað tað umleið ein metur langa svørðið til ísraelsku forngripamyndugleikarnar.
Hildið verður, at broyting í sandviðurskiftunum er orsøk til, at gjar- og gogguvaksna svørðið er dagað fram aftur.
Forngripamyndugleikarnir í Ísrael fara nú at reinsa svørðið, so at tað kann vísast fram fyri almenninginum.
- Svørðið er í sera góðum standi. Talan er um ein vakran og sjáldsaman grip, sum ein krossfarariddari hevur átt, sigur ein serfrøðingur hjá ísraelsku forngripamyndugleikunum.
Rættiliga nógvir gripir eru funnir fram við strendurnar nærhendis Carmel, har skip á ferð framvið Miðjarðarhavs strendur plagdu at kroka í illveðri.
Krossfararnir vóru evropeiskir riddarar, sum vóru við í átrúnaðarligum stríðum í eystara parti av Miðjarðarhavinum. Eitt endamál við krossferðunum, ið vórðu góðkendar av katólsku kirkjuni í Rom, var at vinna heilaga landið aftur frá muslimskum stýri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Listaverkið, sum vakti stóran ans fyri trimum árum síðani, tá tað oyðilegði seg sjálvt, er selt fyri 18,58 milliónir pund – ella 163 milliónir krónur
Seinasta hósdagn varð eitt listaverk hjá bretska gøtulistamanninum og provokatørinum Banksy selt á uppboðssølu fyri 18,58 milliónir pund, ið svarar til umleið 163 milliónir í okkara krónum.
Listaverkið, sum í dag eitur "Love is in the Bin" var selt á auktiónshúsinum Sothebys í London, skrivar Ritzau.
Upprunaliga heitið á listaverkinum var "Girl With Balloon", tá tað varð selt fyri 1,047 milliónir pund ella 8,9 milliónir krónur í oktober 2018 á sama auktiónshúsi. Sølan vakti nógvan ans, tá listaverkið oyðilegði seg sjálvt.
Banksy hevði nevniliga bygt ein makulatur í rammuna á listaverkinum, sum oyðilegði málningin í tí at hann var seldur.
Les eisini: Listaverk selt fyri 8,9 mió. kr. – oyðilegði seg sjálvt
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Í november gevur bretska sangkvinnan út sína fyrstu útgávu í seks ár, og fyrsta staklagið "Easy on Me", sum kom út fríggjadagin, varð spælt 24 milliónir ferðir fyrsta dagin
Bretska sangkvinnan Adele, sum m.a. er kend fyri stóru hitløgini "Hello", "Rolling in the Deep" og "Someone Like You" hevur hildið lágan profil seinastu árini, men 19. november gevur hon endiliga út sína fjórðu útgávu.
Komandi útgávan, ið hevur fingið heitið "30" er fyrsta útgáva hennara í seks ár, og fyrsta staklagið hevur longu sett met.
Lagið, ið ber heitið "Easy on Me" varð givið út fríggjadagin, og sambært DR hevur lagið sett met á tónleikastroymingartænastuni Spotify.
Fyrsta dagin varð nýggja staklagið stroymt 24 milliónir ferðir, ið er tað mesta, sum eitt lag er stroymt í ein dag.
Sjónbandalagið til "Easy on Me" varð eisini lagt á YouTube fríggjadagin. Í skrivandi stund er sjónbandalagið víst nærum 99 milliónir ferðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. oktober 2021
Dagurin verður hildin við hátíðarhaldi í dag
Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen (Stóri Martin), Martin Jacobsen (Lítli Martin), Dánjal Poulsen (Suðuroyar Dánjal), Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen.
Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum.
Í 1921 avgjørdi hann at flyta oman at búgva og búði við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin var 20. oktober 1921.
Í samband við 100 ára dagin, hevur Vága kommuna skipað eitt miðstaðarøki í Vatnsoyrum, har borgarar kunnu koma saman um ymisk tiltøk í bygdini. Og leygardagin 23. oktober, verður hátíðarhald í bygdini í samband við 100 ára dagin, tá miðstaðarøkið somuleiðis alment verður tikið í nýtslu.
Tiltakið byrjar klokkan 14 við at Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin og heldur eina røðu. Síðan avhendar hann miðstaðarøkið til bygdafólkið og Kirstin Poulsen úr Vatnsoyrum avdúkar minnismerkið.
Víðari skráin fyri dagin er henda:
Kl. 14.15 Fjósið – fyrsta húsið í Vatnsoyrum – er opið við myndaframsýning
Kl. 14.45 Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Zarepta har kommunan bjóðar kaffi og kakur
Kl. 14.50 Vágakórið syngur
Kl. 15.30 Í salinum greiðir Karl Jóhan Nielsen frá um Vatnsoyrar og Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um Vatnsoyrar sum niðurseturbygd
Kl. 16.00 Bókaframløga um Vatnsoyrar – Dánjal Poulsen leggur fram um ætlaðu bókina um Vatnsoyrar
Kl. 17.00 Tiltakið endar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Við 3-1 sigri tryggjaði KÍ sær leygarkvøldið meistaraheitið. KÍ var aftanfyri 1-0 í steðginum, men við tveimum málum frá Páll Klettskarð í seinna hálvleiki, og einum frá Jonn Johannesen í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var FM í hús
Eingin kann nú taka KÍ aftur í FM-stríðnum. Tað hevur verið greitt fyri øllum í eina tíð, men leygarkvøldið varð tað staðfest á pappírinum eisini, tá KÍ hitti B36 heima í Djúpumýri.
KÍ vann 3-1 og tryggjað sær sítt nítjanda meistaraheitið í søgu felagsins.
B36 legði seg annars á odda longu eftir 8 minuttir, og tað tóktiskt at skelka klaksvíkingar. Men í seinna hálvleiki skoraði Páll Klettskarð til bæði 1-1 og 2-1, og hendan støðan skuldi bara haldast, so var gullið heima.
Í tíðini sum dómarin legði afturat økti Jonn Johannesen um støðuna til 3-1 og staðfesti søta sigurin.
KÍ - B36 3-1 (0-1)
8’ Andrass Johansen 0-1
63’ Páll Klettskarð 1-1
75’ Páll Klettskarð 2-1
90’ Jonn Johannesen 3-1
Tveir aðrir dystir í Betri deildini vórðu eisini spældir leygardagin:
HB - B68 5-0 (3-0)
35’ Mikkel Dahl 1-0
36’ Jákup Thomsen 2-0
40’ Daniel Johansen br. 3-0
61' Michal Przybylski 4-0
77’ Mikkel Dahl 5-0
EB/Streymur - TB 5-2 (2-1)
16’ Samudeen Musah 0-1
19’ Árni Olsen 1-1
27’ Ronni Møller-Iversen 2-1
46' Jóhan Thomsen 2-2
60' Ragnar Danielsen br. 3-2
86' Andras Olsen 4-2
88’ Niklas Kruse 5-2
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Heilt til góðar tíggju minuttir fyri leiklok stevndu fuglfirðingar ímóti einum sigri, men við einum manni færri á vøllinum bleiv tað tungt at verja sigurin heim. Víkingur vann 3-2
Tað vóru vónríkir fuglfirðingar, sum vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu sunnudagin. Vunnu teir, kom ÍF upp á 19 stig ájavnt við B68.
Og leingi bendi tað á, at tað fór at eydnast ÍF at fáa trý stig við heim aftur um Varmakeldueðið, tí við máli frá Hans Jákup Lervig beint fyri hálvleik vóru fuglfirðingar styrktir í trúnni um, at tað fór at bera til
Men tá en góður tími varð leiktur, fekk Karl Løkin beinleiðis reytt kort í einari roynd at brúka neyðbremsuna, og so bleiv tungt hjá gestunum.
Orkufullir menn vóru skiftir inn í álopið hjá Víkingi, sum fyrst við brotssparki, sum Atli Gregersen setti í netið, og síðani við máli frá Arnbjørn Svenssyni tveir minuttir seinni, legði seg á odda.
Fimm minuttir seinni bendi tað á, at Jákup Johansen staðfesti sigurin hjá Víkingum, tá hann við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið smekkaði bóltin í netið til 3-1.
Fuglfirðingar góvu ikki upp, og Bogi Reinert-Petersen fekk spenning í dystin aftur seinastu løtuna, tá hann minkaði um munin, bara tríggjar minuttir fyri leiklok. Fleiri mál komu kortini ikki í dystinum, og Víkingur vann 3-2.
Tvey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og ÍF hevur tveir truplar dystir eftir. Fyrst NSÍ á heimavølli í morgin og síðani HB síðsta leikumfar 30. oktober.
Ein annar dystur varð leiktur í bestu mansdeildini í fótbólti sunnudagin. 07 Vestur var á vitjan hjá NSÍ. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í 76. og 84. minutti syrgdu Jørgen Nielsen og Mikkel Elbæk Jakobsen fyri einum 2-0 sigri til heimaliðið, sum framvegis stríðist um eitt evropapláss.
Víkingur - ÍF 3-2 (0-1)
42’ Hans Jákup Lervig 0-1
79’ Atli Gregersen 1-1 (br.)
80’ Arnbjørn Svensson 2-1
85’ Jákup Johansen 3-1
87’ Bogi Reinert Petersen 3-2
NSÍ - 07 Vestur 2-0 (0-0)
76’ Jørgen Nielsen 1-0
84’ Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. oktober 2021
Tey trý málini í dystinum komu øll í fyrra hálvleiki
Klaksvíkingar eru longu føroyameistarar, so ein kann siga, at dysturin á Tórsvølli ímóti HB mikukvøldið einki hevði at siga. Kortini var nógv lagt fyri á vøllinum, og møguleikarnir vóru nógvir aftur og fram.
Tá avtornaði var tað tó heimaliðið sum stóð eftir við einum 2-1 sigri, og fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingini í ár er veruleiki.
At fyrsta tapið ikki kemur fyrr enn í triðsíðsta umfarinum sigur nógv um hvussu sannførandi meistaraheitið hjá KÍ er í ár.
HB byrjaði dystin sum eitt óløðið og við málum frá Mikkel Dahl og Dan í Soylu var HB á odda 2-0 tá ein góður hálvur tími varð leiktur. Gott lag í HB-leguni.
Føroyameistararnir høvdu eisini onkran møguleika, og fáar minuttir eftir 2-0 málið hjá HB, minkaði Jóannes Bjartalíð um munin við skoti beint innanfyri brotsteigarmarkið.
KÍ trýsti meira í seinna hálvleiki, men HB hevði eisini vandamiklar støður. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, sum HB vann 2-1.
HB sum ikki hevur havt eitt av sínum bestu kappingarárum minkar við sigrinum um munin upp til Víking á øðrum plássið, nú tveir dystir eru eftir, og kemur upp á 55 stig. Víkingur hevur 59 stig.
HB - KÍ 2-1 (2-1)
17' Mikkel Dahl 1-0
33' Dan í Soylu 2-0
Jóannes Bjartalíð 2-1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. oktober 2021
Við sigri ímóti TB hósdagin, tryggjaðu sundalagsmenn sær, at teir aftur næsta ár spæla í Betri deildini
EB/Streymur skuldi hava stig burtur úr dystinum í Trongisvági, so var plássið í deildini varðveitt til næsta kappingarár.
Og tað eydnaðist. Tí við 1-0 sigri ímóti niðurflytarunum TB er greitt, at ÍF ikki kann fara fram um EB/Streym í teimum báðum umførunum, sum eru eftir av kappingarárinum.
Einsamalla málið kom eitt lítið korter áðrenn leiklok, tá Jóhann Hansson Joensen setti bóltin í netið fyri gestirnar.
Talan var um ein dyst sum er útsettur nógvar ferðir. Upprunaliga skuldi hann spælast á jóansøku, men varð útsettur til 22. setpember fyri so aftur at verða útsettur til mikudagin, men orsakað av veðurforsøgnini varð hann framskundaður til týsdagin. Tað eydnaðist tó heldur ikki at fáa dystin avgreiddan tá, tí vegna veður avlýsti Smyril sín túr suður mánakvøldið.
Nú er dysturin so avgreiddur, og javnvág er tí komin á stigatalvuna aftur. Øll liðini hava spælt 25 dystir, og tey bæði seinastu umførini verða øll spæld samstundis. KÍ hevur longu vunnið FM, men enn er spenningur millum Víking og HB um annað pláss og B36 og NSÍ um fjórða pláss, sum gevur atgongd til evropapengar.
TB - EB/Streymur 0-1 (0-0)
77’ Jóhann Hansson Joensen 0-1
1. KÍ 68 stig (25 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 55 stig (25 dystur)
4. B36 42 stig (25 dystir)
5. NSÍ 41 stig (25 dystir)
6. EB/Streymur 25 stig (25 dystir)
7. 07 Vestur 25 stig (25 dystir)
8. B68 19 stig (25 dystir)
9. ÍF 16 stig (25 dystir)
10. TB 3 stig (25 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Síðsta leygardag fingu KÍ-kvinnur gullið um hálsin og lyftu steypið fyri 21. ferð í søgu felagsins
Leygardagin kundu dugnaligu KÍ-kvinnurnar loksins fáa gullheiðursmerkið um hálsin, sum prógv fyri, at tær vórðu føroyameistarar á 21. sinni.
Felagsliðið AB/B71, sum var nýtt í bestu kvinnudeildini í ár, fekk heiðurin at spæla móti sterku KÍ-kvinnunum, sum longu undanfarna vikuskifti tryggjaðu sær FM-sigurin.
Úrslitið gjørdist ein 6-0 sigur. Málini skugu Hervør Olsen 3, Maria Biskopstø, Ragna Patawary og Eyðvør Klakkstein.
Frøin var stór í Djúpumýri, tá FM-steyp og -heiðursmerki vórðu handað.
Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Svenski Jens Wedeborg verður næsta ár venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ
Føroyameistarar í føroyskum kvinnufótbólti skulu hva nýggjan venjara. Liðið sum ongan dyst tapti í ár, og vann FM triðja árið á rað fær ein svia sum venjara, og talan er um venjara sum longu er í felagnum.
Tað verður Jens Wedebog, sum tekur yvir eftir Aleksandar Djorjevic.
Jens Wedeborg hevur hægsta fótbóltsvenjaraprógvið, nevnt UEFA-PRO, og hevur verið fulltíðarvenjari í KÍ-Akademinum. Hesum kemur hann partvís at halda fram við, sigur KÍ.
Felagið fegnast um avtaluna við Jens Wedeborg, sum saman við fysiska venjaranum, Elisabet Vang og hjálparvenjarunum fyrst og fremst skal menna kvinnuliðið og yngru leikararnar í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Kvinnurnar koma til Føroya við einum 4-0 tapið í skjáttuni. Týsdagin bíðar mótstøða úr Ungarn á Tórsvølli
Kvinnulandsliðini hjá Ukraina og Føroyum spældu hóskvøldið HM-undankappingardyst í býnum Kovalivka.
Okkara komu afturum longu eftir 16 minuttir, og beint fyri hálvleik øktu ukreinsku kvinnurnar til 2-0.
Tá ein lítil tími var leiktur, skoraði Olha Boychenko fyri Ukraina til støðuna 3-0, og tíggju minuttir fyri leiklok setti Kateryna Korsun punktum, og setti bóltin í netið til 4-0 til heimaliðið.
Eftir tríggjar dystir hava Føroyar framvegis einki stig. 21 mál eru latin inn og vit hava skorað eitt.
Týsdagin skulu kvinnurnar aftur í eldin tá Ungarn er á vitjan á Tórsvølli. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
- Sjálvt um Norðurmakedonia var eitt sindur betri enn vit, so haldi eg, at vit stríddust væl, Vit komu til góðar støður og onkrar stórar málmøguleikar men megna tíverri ikki at skora. Tá so tær fáa nøkur óheppin mál, so er tað mótbrekka, sigur landsliðsvenjarin
- Sjálvt um Norðurmakedonia var eitt sindur betri enn vit, so haldi eg, at vit stríddust væl, og at okkara dystarætlan fyri ein part riggaði væl. Vit komu til góðar støður og onkrar stórar málmøguleikar, men megna tíverri ikki at skora. Tá so tær fáa nøkur óheppin mál, so er tað mótbrekka
Hetta sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá U19 landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir fyrsta dystin í EM-undankappingini í Hvítarusslandi, sum var mikudagin.
Tað gjørdist ein ørkymlandi byrjan upp á kappingina hjá føroyska liðnum, sum annars kom væl frá byrjan í fyrsta dystinum, har mótstøðuliðið var Norðurmakedonia. Fyrstu løtuna vóru føroysku genturnar væl við leikliga og spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, tíverri uttan at tað gjørdi nakað við máltalvuna.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
- Mótstøðuliðið fótaði sær, sum fyrri hálvleikur leið, og tað var tí heldur ikki heilt óuppiborið, tá Norðurmakedónia legði seg á odda í 33. minutti. Tað tók ikki mótið frá føroyska liðnum, sum helt fram við harða arbeiðnum. Møguleikar fyri málum komu í báðum endum, men tíverri eydnaðist tað betri hjá mótstøðuliðnum at gagnnýta sínar møguleikar, enn tað gjørdi hjá okkara gentum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Norðurmakedonia um leiðsluna til 2-0, og tá gjørdist mótbrekkan veruliga tung
Í 87. minutti varð brotsspark umsett til mál, og 3-0 gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Hóast tapið er ein beisk byrjan upp á undankappingina, so kann liðið taka fleiri góð ting við sær til teir báðar komandi dystirnar, skrivar fsf.fo
– Vit reagera væl eftir málini og royna at svara aftur, men gerast tíverri ov stuttar í hesum dystinum. Sum so eru vit tó nøgd við arbeiðsavrikið, men til komandi dyst er málið, at vit gerast betri við bóltinum, soleiðis at vit í longri løtum kunnu halda upp á bóltin og vónandi skapa meira, sigur Pætur S. Clementsen.
U19 landsliðið skal aftur á vøllin í dag, og tá er mótstøðuliðið Kýpros.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Síðstu fýra árini hava norðurlendsku fótbóltssambondini arbeitt miðvíst við ætlanini at hýsa einum endaspælið, og nú eru londini til reiðar at bjóða seg fram sum vertir fyri EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2025
Síðan 2018 hava norðurlendsku fótbóltssambondini, Danmark, Føroyar, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki samstarvað um møguleikan at bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum fyri kvinnur í 2027.
Samstundis hevur danska fótbóltssambandið, DBU, arbeitt við ætlanunum um, at EM-endaspælið fyri kvinnur í 2025 skal spælast í Danmark. Síðan eru Finnland, Svøríki og Noreg blivin partur av hesum ætlanum, við stuðli úr Føroyum og Íslandi.
Og sambært forsetunum í teimum seks norðurlendsku fótbóltssambondunum, kann talan gerast um eina stóra, ógloymandi og væl skipaða kapping, sum skal fyriskipast um minni enn fýra ár.
– Seinastu árini hava vit samstarvað miðvíst við hesum, og saman hava vit nakrar stórar og seriøsar ætlanir, ið veruliga kunnu menna fótbóltin á kvinnusíðuni. Vit eru samstundis sannførd um, at eitt EM-endaspæl í Norðurlondum verður fantastiskt – ikki bara fyri fótbóltsspælið sjálvt – men eisini fyri fjepparar, spælarar, venjarar og onnur áhugaði, siga teir seks forsetanir í felags tíðindaskrivi.
Saman ynskja norðurlendsku fótbóltssambondini at skipa fyri einum tiltaki, ið verður fyriskipað á so høgum støði sum tilber, og har dentur verður lagdur á javnstøðu, øktum áhuga fyri fótbólti – bæði á og uttan fyri vøllin – og at kappingin leggur nakað eftir seg, bæði í Norðurlondum og øllum Evropa.
Umboð fyri norðurlendsku fótbóltssambondini hava javnan tosað um, hvørja stóra kapping, tey í felag skulu bjóða seg til at hýsa. Og í fyrstu atløgu er avgerð tikin um, at norðurlondini bjóða seg fult og heilt fram sum vertir fyri EM-endaspælinum í 2025. Síðan skulu londini seinni taka støðu til, um tey eisini skulu bjóða seg fram sum vertir fyri HM-endaspælinum í 2027.
Í sambandi við fyrireikingarnar hava londini hvør í sínum lagi hugt innanlands, hvørjar møguleikar tey hava í samband við leikvallir, vertsbýir og øðrum umstøðum, ið krevst, fyri at hýsa einum endaspæli í fótbólti, og fyri á tann hátt at finna fram til, hvussu leikluturin sum vertir fyri UEFA Women’s EURO 2025 kann mennast mest møguligt.
Leggjast kann afturat, at Danmark, Finnland, Svøríki, Ísland og Noreg hava øll spælt seg til næsta EM-endaspæl fyri kvinnur, sum verður í Onglandi í 2022. Hetta prógvar, at talan er um høgt landsliðsstøði hjá hesum fimm Norðurlondunum.
Avgerðin um, hvør ella hvørji verða vertir fyri endaspælinum í 2025, verður tikin av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA í desember komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Uppvísningshondbóltur á Hálsi farna vikuskiftið. H71 smurdi liðið úr Norðurmakedonia í báðum dystunum í Europa Cup. Hoyvíkskvinnur vunnu tilsamans, og vann 43-26 78-54
Hoyvíkingar spædu farna vikuskifti Europa Cup-dystir í Høllini á Hálsi.
Kvinnurnar løgdu út leygardagin ímóti Cair-Skopje úr Makedonia. Og tað gjørdist til ein avsmurning hjá norðurmakedonska liðnum, sum lítið fekk at rigga meðan hoyvíkskvinnur struku avstað.
Tað vóru annars Norðurmakedonsku kvinnurnar sum høvdu betru byrjanina, og vóru á odda 4-2. Men síðani tóku hoyvíkingar yvir, og í hálvleikinum var H71 á odda við seks málum, 22-16.
Í øðrum hálvleiki gjørdist munurin bara størri, og H71 vann við heili 17 málum. 43-26.
Sunnukvøldið hittust liðini aftur á Hálsi, og aftur gjørdist tað til uppvísningshondbólt. H71 vann seinna dystin 35-27, og sostatt gjørdist samlaða úrslitið 78-54.
Mánadagin fæst at vita hvørja mótstøðu H71-kvinnurnar fáa í næsta umfari í hesi altjóða kappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Hoyvíkingar stríddust, og tá avtornaði vóru bara tvey mál á muni. Úrslitið gjørdist 24-22 til Drammen HK
Teir á norska liðnum Drammen, sum vóru á vitjan í Høllini á Hálsi leygarkvøldið fingu sær ein hvøkk, tá H71 hevði heimavøll í fyrra Europa Cup-dystinum ímóti hesum liði.
Undan dystinum væntaði man ikki tað heilt stóra av heimaliðnum, hoyvíkingum, men teir vístu ein øgiligan stríðsvilja sum bar langt.
H71 fekk eina dreymabyrjan, og var á odda 5-1 tá eitt korter varð leikt. Drammen kom spakuliga í gongd, og støðan í hálvleikinum var 10-10.
Í seinna hálvleiki byrjaði orkan spakuliga at ganga undan, men munurin endaði við bara at vera tvey mál við úrslitinum 22-24.
Returdysturin millum H71 og Drammen HK verður í Drammenhøllini sunnukvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. oktober 2021
Viðgongur nú, at hann setti sær ov høg mál tá hann leitaði eftir nýggjum felag í summar
Nýggi føroyingurin í Vejle Boldklub, Hallur Hansson, viðgongur, at hann helst setti sær ov høg mál, tá hann í summar royndi at finna nýtt felag eftir at hann valdi ikki at leingja við felagið AC Horsens eftir at tað flutti niður úr bestu donsku deildini.
Hallur Hansson hevur nú skrivað ein stutttíðar sáttmála við Vejle Boldklub, fyribils hetta árið út. Um vikuskiftið spældi hann sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið, tá VB tapti 3-2 á útivølli móti Brøndbyerne.
Hóast tepra tapið, er Hallur nøgdur við innsatsin, og hann trýr upp á, at úrslitini nokk skuldu koma. Sjálvur hevur hann ikki verið aktivur í felagsfótbólti síðan danska kappingin endaði í mai mánaði. Einastu dystarroyndir eru landstystirnir, sum 29 ára gamli Hallur Hansson hevur spælt á Tórsvølli í september og oktober.
Í samrøðu við Vejle Amts Folkeblad viðgongur nýggi VB-leikarin, at hann setti sær ov høg mál, tá hann leitaði eftir nýggjum felag.
- Eg havi nátt ein aldur, har eg ikki bara vildi spæla fyri at spæla. Tað skuldi vera gevandi, bæði ítróttaligt og peningaligt. Men tilboðini fækkaðust, og tað rætta kom ongantíð, ásannar spælarin nú í samrøðuni.
Hallur Hansson spældi í fimm ár við AC Horsens, har hann eisini var liðskipari. Nú spælir hann fyribils árið út fyri Vejle Boldklub. Frammanundan spælir ein annar føroyskur landsliðsleikari við Vejle Boldklub. Tað er Viljormur Davidsen, sum hevur havt sáttmála við felagið úr Vejle síðan 2013.
Vejle Boldklub hevur ikki fingið so góða byrjan upp á Superliguna í ár. Eftir tólv umfør liggur Vejle á tólvta og aftasta plássi við einans tveimum stigum. Tað eru sjey stig upp til næstaftasta pláss.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
Føroyski boksarin skal boksa fordyst undan landsdysti millum Danmark og Noreg
Føroyski boksarin Jonathan Malaikev skal í kvøld boksa ein spennandi dyst á stórari boksistevnu í Danmark.
19 ára gamli nevaleikarin frá felagnum Tórshavn Boksing skal boksa ein sokallaðan undercard dyst móti Oliver Borup frá Vordingborg Bokseklub.
Tað sermerkta við hesum dystinum er, at hann verður boksaður sum upphiting til landsdystastevnuna millum Danmark og Noreg, sum verður í DGI-Huset í Vordingborg leygarkvøldið.
Roknast kann tí við nógvum og larmandi áskoðarum. Upplivingin verður eisini somikið størri av, at møguleiki er hjá øllum at fylgja við, tí dystirnir verða stroymdir.
Í boksing eru maincard-dystir tað sama sum landsdystir, og undercard-dystir er tí at meta, sum beint undir landsliðsstøði, greiðir venjarin hjá Jonathan Malaikev, Martin Meng frá.
Jonathan Malaikev saman við venjaranum Martin Meng
Ætlar sær at vinna
- Tað verður ein harður mentalur dystir fyri báðar boksararnar. Danin hevur áskoðararnar at stuðla sær, so hetta verður eitt hart stríð. Vit eru ‘underdogs’ hesaferð, men hava lagt eina ætlan. Onki skal gevast burtur, og Jonathan hevur ætlanir um at vinna stórt, , sigur Martin Meng, sum er venjari hjá Jonathan Malaikev.
Danin hevur boksað tveir dystir, vunnið ein og tapt ein. Jonathan hevur boksað fimm, vunni tríggjar og tapt tveir.
Talan er um ein dyst í vektflokkinum 60-63 kilo. Teir boksa uttan hjálm, og talan er um tríggjar ferðir tríggjar minuttir.
Jonathan hevur vant hart upp til henda dystin. Hann venur seks dagar um vikuna, tvær ferðir um dagin. Bert sunnudag hevur hann frí.
- Tað er tað, ið krevst, um ein hevur ætlanir um at fáa heiðursmerki hongt um hálsin í hesi ítróttini. Støðið er ógvuliga høgt, tað eru teir ungu boksararnir, ið leggja støðið, og ein má fylgja við, um ein ynskir at vera millum teir bestu, sigur Martin Meng.
Jonathan hevur fleiri ferðir vant í Danmark, eitt nú saman við Oliver Meng, sum ikki bara er skilmaður við venjara hansara, men eisini heimsmeistari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021
Verður revsað fyri áskoðaraófrið undir EM-finaluni í summar
Bretska fótbóltssambandið sleppur ikki at hava áskoðarar til teir báðar fyrstu heimadystirnar í Nations League kappingini, sum landsliðið skal spæla komandi ár. Tað skrivar The Guardian.
Harumframt fær The FA eina bót á 100.000 evrur.
Revsingin verður givin fyri nógv umrøddu EM-finaluna á Wembley í juli mánaða, tá eitt stórt tal av enskum áskoðarum troðkaðu seg inn á leikvøllin uttan at hava atgongumerki.
Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, skrivar, at revsingin verður latin fyri “vantandi skil og stýring á og rundan um leikvøllin”.
- Hóast vit eru vónbrotin yvir dómin, so viðurkenna vit avgerðina hjá Uefa, skrivar enska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.
Heimadystirnir, har Ongland skal spæla uttan áskoðarar, verða í juni mánaða komandi. Enn er óvist, hvørjum spælast skal ímóti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. oktober 2021
125 ár síðan Meinigheitshúsið á Vaglinum - núverandi býráðssalurin - varð vígt
18. oktober vóru liðin 125 ár síðan meinigheitshúsið á Vaglinum í Havn varð vígt. Talan er um reyða húsið, sum nú verður brúkt til býráðssal.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu hevur eina stuttliga frágreiðing um húsið, sum m.a. fortelur um, tá ungir bretskir hermenn fóru at skeinkja øl inni í meinigheitshúsinum, nakað, sum tær fínu frúurnar í býnum als ikki høvdu ætlað, tá tær lótu hermonnunum húsið til láns.
--
Meinigheitshúsið varð vígt fyri júst 125 árum síðan, tann 18. oktober 1896. Húsið hevur verið býráðssalur í mong ár. Húsið varð bygt uttanfyri táverandi bøgarðarnar og kostaði 4.124 krónur at byggja.
Núverandi býráðssalur heldur til í gamla Meinigheitshúsinum við Vaglið. Grundarsteinurin til hetta hús varð lagdur longu 5. Juli í 1896 og húsið varð vígt 18. oktober sama ár. Síðan varð húsið brúkt sum missiónshús.
Seinni keypti kommunan gamla Meinigheitshúsið. Seinasta møtið varð tó ikki hildið har fyrrenn í 1983. Tá varð eisini fyrsti býráðsundurin hildin.
Tá bretskir hermenn komu higar undir seinna heimsbardaga vórðu teir væl móttiknir. Royal Marines komu á Skálafjørðin og til Havnar, og frúunum í Havn tókti synd í hesum ungu dreingjum, sum vóru ryktir úr sínum heimliga umhvørvi og sendir í kríggj.
Havnarkonur hildu, at ungu hermennirnir ikki máttu reka fyri vág og vind, og frúurnar skipaðu so fyri, at hermennirnir fingu Meinigheitshúsið at vera í, tá teir ikki vóru bundnir av tænastuni.
Men ætlanin um, at ungu mennirnir skuldu finna hvíld í Meinigheitshúsinum við einum te- ella kaffimunni og einum køkubita eftir arbeiðstíð, meðan teir fingu eitt gott orð við á vegnum, hepnaðist ikki væl.
Hesir ungu mennirnir vóru uppvaksnir við pubb og vildu hava øl. Kaffi og te løgdu teir onki í. Tí var skjótt, at stórar øltunnur vórðu rullaðar inn í Meinigheitshúsið og herfólk sett at skonkja.
Hinumegin vegin lá almenna pisshúsið – ”Fredensborg” - strategiskt plasserað. Her var ein øgilig gongd ímillum til miklan trega fyri vælmeinandi frúurnar.
Roynt varð at fáa bretska ølskonkjandi hervaldið útaftur úr Meinigheitshúsinum, men tað gingu eini tvey ár, áðrenn stóru kantinurnar norðanfyri Realskúlan vóru lidnar at flyta inn í.
Kelda: torshavn.fo
Soleiðis sær húsið út í dag (Mynd: Google)
Frá býráðsfundi herfyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. oktober 2021