Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 06. november 2021 | Nr. 45 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

- Okkara skipan svíkur tykkum aftur og aftur

SíÐa 2

1 Leygardagur 06. november 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Lúnskur fíggindi

Rættstundis umhugsni er neyðugt nú vit øll fingu ein hvøkk av hvussu lúnskt koronavirussið veruliga er.

Her, hálvtannað ár eftir at samfelagið legðist stilt fyri at basa smittuni, vísti hon sína sonnu, ljótu gron, henda sníkjandi smittan.

Vit høvdu júst vant okkum við, at nú nýttist okkum ikki at ansa so væl eftir, vit kundu aftur leita út í stóru verð at uppliva fremmanda mentanir og tilveran varð sett á ‘normal’ aftur.

Og so vísir tað seg, at hesin fíggindin onkursvegna hevur fjalt seg, og nú hevur lagt nýggjan taktikk, og leyp ístaðin á okkara yngstu medborgarar. Og tað vóru ikki bara nøkur fá, sum vórðu rakt hesa ferð – tað vórðu so nógv, sum ongantíð fyrr.

Embætismannaða farsóttarnevndin mátti traðka í karakter, og seta ógvuslig tiltøk í verk – uttan um politisku skipanina. Og løgmaður og hansara fylgi, sum – rættiliga symptomatiskt fyri tíðina – vórðu farin av landinum at virka fyri veðurlagnum og millumtjóða vinalagi, máttu venda nakkalong heimaftur og royna at vinna tað innaftur, sum hent var meðan dusað varð í útlendskum ovfærakætið.

Tíðindafundurin hóskvøldið var ikki hildin við rættstundis umhugsni. Nei, í besta føri tvey, kanska trý, samdøgur seinkað. Og oddvitin hevði á fundinum onki annað at siga Føroya fólki, enn tað, ið varð sent út í skrivi kvøldið fyri, og so eina inniliga áheitan á fólkið um at lata seg koppseta. At hansara egni landsstýrismaður við ábyrgd fyri eitt nú uppaling og mentan var tann fyrsti, ið alment segði honum ímóti, lat løgmaður ikki við seg koma, tí tað er ein mannarættur – eisini galdandi fyri lim í landsstýrinum – ikki at vera samdur við løgmann.

Og so komu spurningarnir – eitt nú um hví landsstýrið ikki vil innføra koronupass, eins og embætismannanevndin nú fer at krevja av øllum, som koma til landið.

Tað vil landsstýrið ikki. Stýrið er ikki sinnað at gera mun á landsins borgarum, og stóð tað til løgmann, var koronapassið ikki galdandi fyri innferð til landið heldur.

Eitt sindur løgið, at landsstýrið valdi at brúka nógvar pengar til at framleiða eina føroyska útgávu av koronupassinum, tá tað ikki skal brúkast uttan av teimum, sum ætla sær at ferðast. Og tey høvdu longu tryggjað sær eitt útlendskt koronupass frammanundan.

Og við royndunum frá vanliga passinum, so vita vit, at tey allarflestu velja tað útlendska fram um tað føroyska.

Men vinnulívið var skjótt at lofta bóltinum – innlegginum frá fútanum. Skeinkistøðini fara nú at krevja av sínum gestum, at tey prógva við koronapassinum at tey eru koppsett. Og Vinnuhúsið eftirlýsir hesi loysn eisini.

Men okkurt skurrar. Hvør trygd er í einum koronapassi so leingi tað bara er prógv fyri, at íhendihavarin er prikaður tvær ferðir? Og tá koppsett bera smittuna við sær eins væl og tey ókoppsettu gera, hvør trygd er so í einum slíkum passi uttan at tað ikki eisini vísir negativt kanningarúrslit?

Nógv eru fyrilitini, ið takast skulu. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7355

    Lisnar síður: 22779

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 06. november 2021

- Okkara skipan svíkur tykkum aftur og aftur

Niviaq Korneliussen, sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í vikuni, tosaði beinleiðis til grønlendska ungdómin í rørandi takkarrøðu síni

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað fór ein ylur gjøgnum salin, tá Bárður á Steig, løgmaður, lat brævbjálvan upp og skuldi avdúka hvør vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins var. Hetta hendi á einum sjónvarpaðum hátíðarhaldi inni í vakra leikhússalinum í Skuespillerhuset við bryggjukantin niðast á Sankt Annæ Plads í Keypmannahavn.

Føroya løgmaður og Naalakkersuisut siulittaasuat, Múte B. Egede, vóru blivnir kallaðir upp á pallin, tí teir skuldu hava heiðurin at handa ta virðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum verður mett sum tann tignarligasta, eisini tí at tað er hon, ið hevur verið givin longst.

Tvær ferðir hevur ein føroyingur fingið hesa virðisløn. Rói Patursson í 1986 og William Heinesen í 1965, men tá mátti hann deila hana við ein svenskan rithøvund.

Men ongantíð hevur ein grønlendingur fingið hesa virðisløn. “Hetta mást tú heldur lesa”, segði Bárður og rætti Múte lepan.

Og so var greitt, at bert 31 ára gamla Niviaq Korneliussen hevði vunnið heiðurslønina. Og harvið vóru tað Føroyar og Grønland, sum stóðu eftir sum móttakarar av teimum størstu heiðrunum hetta kvøldið.

Men flest fara nokk at minnast kvøldið fyri ógvuliga sterku og rørandi røðuna, sum unga grønlendska kvinnan helt. Røðan var ein ákæra móti samfelagsskipanini í Grønlandi fyri ikki at taka sær nóg væl av teimum ungu í Grønlandi, so at tey ikki enda við at velja seinasta útveg fyri at koma út úr trupulleikum – at taka teirra egna lív.

Grønland upplivir alt ov nógv sjálvmorð, var boðskapurin hjá Niviaq

[object Object](Mynd: EPA)

- At tosa við leiðararnar er sum at tosa við ein vegg
Leysliga týdd, ljóðaði takkarrøðan soleiðis:

Eg royndi at skriva eina røðu til leiðararnar í landi mínum. Men tað er sum at tosa við ein vegg. Og tað geri eg ikki meira. So her er ein røða til tykkum, eg skrivi fyri. Til børn og ung harheima. Tit eru orsøkin til, at eg havi fingið hesa heiðurslønina.

Vit hava lutfalsliga hægsta talið av sjálvmorðum í heiminum. Í fleiri ættarlið hava vit mist nógv, sum framvegis kundu havt verið her, sum kundi havt livað eitt langt lív. Og ikki bert 20, 15, 12 ára gomul.

Vit hava eina skipan, ið svíkur tykkum aftur og aftur, tá tit hava allarmest brúk fyri hjálp. Hon kveistrar ábyrgdina frá sær – ein ábyrgd, ið verður løgd á tykkum, hóast tit ikki vita, um tit klára náttina.

Hendan er til tykkum, ið finna styrki til at liva ein dag afturat, tí tit vóna, at dagurin í morgin verður betri, og at tað kanska hesaferð er onkur at ansa eftir tykkum.

Til tykkum, sum læknin, sum løgreglumaðurin, sum lærarin, sum politikarin ikki longur trúgva uppá.

Til tykkum, ið eru ræðslusligin, tí vinir tykkara hvørva, hóast lív tykkara júst er byrjað.

Til tykkum, ið verða tveitt út úr lestraríbúðini, tá tit hava roynt at taka tykkara egna lív.

Til tykkum, ið føla tykkum ljót, ódugnalig og sum ein byrða.

Til tykkum, sum hava hug til at liva, men ikki longur megna tað.

Vit hava eina andstyggiliga skipan, ið tvingar tykkum at velja millum lív og deyða. Sannleikin er, at vit vaksnu eru einki uttan tykkum, og at tykkara pláss í hesi verð er tað, ið hevur mest at týða.

Umberið vegna øll tey vaksnu, ið hava ábyrgdina fyri tykkum, umberið, tí tit alt ov ofta eru latin einsamøll eftir. Til tykkum, sum vit hava mist, og sum vit ikki longur tosa um. Tað kann vera, at sjálvt tey mest máttugu og valdsmiklu fólkini venda eyguni hin vegin og vóna, at tað fer burtur av sær sjálvum. Men tit eru her enn, og vit eru rættiliga nógv, ið virðismeta tykkum og trúgva upp á tykkum.

So takk til øll tykkum ungu, eg havi møtt á mínum vegi.

Takk, tí tit eru so alskin, so dugnalig og so vøkur.

Takk, tí tit hava álit á mær. Tað er ein gáva, sum eg havi størstu virðing fyri og aldrin til taka fyri givið.

Eg vil gera alt eg eri ment fyri til tess at tosa søk tykkara, at vera her fyri tykkum.

Takk fyri at tit halda út, og takk fyri, at tit eru til.

Henda heiðursløn er takkað verið tykkum.

[object Object]
(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

[object Object](Mynd: EPA)

Fantastiska vælskrivað frásøgn
Niviaq Korneliussen fekk bókmentaheiðusrløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna “Naasuliardarpi”, sum kom út á forlagnum Milik Publishing í fjør.

Dómsnevndin sigur soleiðis um bókina:

Naasuliardarpi (Blomsterdalen) er ein fantastiska vælskrivað frásøgn um baksíðuna av ‘mainstream Greenland’, millum ung, ið stríðast fyri at fáa lov til at liva tað lív, tey fegin vilja. Ein frásøgn um kærleika, vinalag, sorg og ósøgd orð og kenslur. Ein búgvin og eirindaleys forteljing um eitt fólk, sum hevur gjørt sjálvmorð til eitt tabu og sýtir fyri at tosa um kenslurnar hjá teimum, ið sita eftir – og tað í einum høpi, sum bæði er skemtiligt, satiriskt og sera álvarsamt!

Tann ikki navngivni høvuðspersónurin í “Naasuliardarpi” upplivir fyrsta sjálvmorðið, tá hon er trettan. Nú er hon á veg út í lívið. Hon er nýforelskað í eini deiligari kvinnu, og hon er júst komin inn á universitetið í Aarhus. Heimurin stendur opin. Men hon hevur nakrar demonir, hon ikki kann stýra. Hon fær ikki pláss í eini familju, har alt er reint og peng og hinskynt, hon kennir ikki, at hon hevur uppiborið kærleikan hjá unnustuni, og hon oyðileggur ofta ting fyri seg sjálva og onnur. Ein stigvísur niðurtúrur byrjar, og tekur at enda valdið á henni.

[object Object]

(Mynd: EPA)

Skaldsøgan gongur fyri seg í tveimum sporum, ógvusliga frásøgnin um leiðina hjá høvuðspersóninum móti nullpunktinum, og, sum byrjan til hvønn kapitul, stuttir tekstir um sjálvmorð, ið telja niður frá 45 – talið av sjálvmorðum, ið hendu í Grønlandi í 2019.

Sjálvmorð er ein stórur samfelagstrupulleiki í Grønlandi, ein trupulleiki, sum Niviaq Korneliussen sjálv er upptikin av, og sum hon ákærir politikarar og embætisfólk fyri at gera alt ov lítið fyri at minka um.

“Niviaq Korneliussen attakerer i sin nye roman Blomsterdalen ømt og aggressivt, originalt og knivskarpt Grønlands høje selvmordsrate,” skrivaði Weekendavisen í sínum ummæli av donsku útgávuni, sum kom út á Gyldendal samstundis sum tann grønlendska. Rithøvundurin hevur sjálv skrivað báðar útgávurnar.

Henda útsøgnin vísir, at bókmentaligu dygdirnar í skaldsøguni renna saman við einum brennandi eldhuga hjá rithøvundanum um at gera okkurt við álvarsliga sjálvmorðstrupulleikan. “Naasuliardarpi” viðger sjálvmorð sum tabu – og ímyndin inniber møguleikar, sum nógvar herferðir ikki megna at treingja ígjøgnum.

Bæði í Grønlandi og Danmark hevur “Naasuliardarpi/Blomsterdalen” vakt ans og eldhuga. Ummælini eru 5-stjørnað, og skaldsøgan er eisini tilnevnd Politikens Litteraturpris, Montanas Litteraturpris og Kritikerprisen.

Niviaq Korneliussen, ið einans er 31 ára gomul, er ikki nakað óskrivað blað í grønlendskum bókmentum, men hevur síðan fyrstu skaldsøgu sína “HOMO sapienne” í 2004, verið kallað nýggja bókmentaliga stjørna Grønlands. “HOMO sapienne” var eitt nýbrot í nýmótans grønlendskum skaldskapi, kom á framsíðuna á dagblaðnum Politiken, og hareftir kom ferð á. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015, og er síðan týdd til yvir 10 ymisk mál, framførd sum sjónleikur og ávegis at verða filmað. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021

3 Leygardagur 06. november 2021

- Støðan er við at verða álvarsom

Hetta gjørdi løgmaður greitt í framløgu sínari á tíðindafundinum hósdagin, har hann aftur staðliga minti Føroya fólk á at vísa ábyrgd og at fylgja tilmælunum - tað komu ikki nøkur fleiri av teimum, og talan var ikki um nakra serliga nýggja kunning

Løgmaður er greiður yvir, at tað er troyttandi, at komið verður við nýggjum tilmælum, men at tað er sera umráðandi at fylgja teimum í hesari støðuni, og at ábrygd verður tikin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Støðan er við at verða álvarsom. Smittutrýstið er alt ov høgt - gongdin má vendast

Hetta vóru nøkur av tingunum, ið Bárður á Steig Nielsen segði heilt í byrjanini av tíðindafundinum hósdagin.

Talan var um fyrsta koronutíðindafundin í langa tíð, men talan var ikki um ein tíðindafund, har komið var við nakra serliga nýggja kunning. Tað tyktiskt meira at vera eitt "torg" - ein møguleiki at koma við beinleiðis boðum og áheitanum til Føroya fólk. 

Løgmaður nevndi nevnliga Føroya fólk meira enn einaferð, og hann kom við einari staðiligari áheitan um at standa saman, at halda tey nýggju tilmælini, og at halda teir "góðu vanarnar" í mun til at støgða smittuspjaðing - frástøðu og hondreinføri - sum hann hevur 

- Eg veit, at tað er troyttandi, at vit aftur koma við fleiri og strangari tilmælum, men við koronu, so broytist støðan allatíðina

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Løgmaður kom inná, at Sjúkrahúsverkið og stovnar hjá Almannaverkinum eru raktir av smittu, og at hetta vísur, hvussu álvarsom støðan er og kann verða, og at tað er neyðugt, at vit fáa smittutrýstið niður, og at øll taka ábyrgd. Hann heitti eisini á tey, sum ikki eru koppsett, um at lata seg gera tað, tí tað er umráðandi at fáa talið av koppsettum upp - nakað sum landslæknin eisini var inni á. Uppá spurningar viðvíkjandi støðuni hjá ókeptssetta landstýrismanninum gjørdi Bárður á Steig Nielsen tó enn einferð greitt, at eingin skal noyðast til tað

Eitt, sum var nýtt, var, at løgmaður avdúkaði, at tað er ein vaksandi ágangur móti starvsfólkum í heilsuverkinum, ið arbeiða við korona. Hetta kann als ikki góðtakast, og tað skal steðgast, segði hann millum annað.

Bárður á Steig Nielsen hevur verið fyri atfinningum seinastu tíðina fyri - saman við landstýrinum - at millum annað ikki at reagera nóg skjótt og greitt uppá vaksandi smittutøl, fyri ikki at hava eina nóg útgreinaða ætlan og fyri at ikki tilmæli hjá Farsóttarnevndini um nýta koppsetingarpass í Føroyum til eftirtektar.

- Tað er eingini ivi um, at málið er at leiða Føroyar og fólkini so væl út úr kreppuni sum gjørligt - uppá allar mátar. Tað hevur verið ein greið støða allatíðina, at vit ikki gera mun á fólki (um tey eru koppsett ella ikki. red) - at vit ikki býta fólk í "A og B-menniskju", og tað standa vit fast við. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

4 Leygardagur 06. november 2021

Landsstýrið vildi ikki gera mun á fólki: Farsóttarnevndin tók sakina í egnar hendur

Koronapass verður kravt við landamørkini frá 15. november. Tað avgjørdi Farsóttarnevndin týsdagin

Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ferðast tú til Føroya frá 15. november, so skalt tú gleða teg til at vísa eitt koronupass á flogvøllinum. Um ikki, so skalt tú kannast.

Hetta við koronupassi er ikki nakað sum landsstýrið higartil hevur valt at krevja, hóast Farsóttarnevndin er komin við hesum tilmæli áður. Hvørki við landamørkini ella í samfelagnum, tí man ynskir ikki at gera mun á fólki, hevur verið sagt.

Men nú hevur Farsóttarnevndin tikið sakina í egnar hendur. Samstundis mælti farsóttarnevndin landsstýrinum til at seta koronupass í gildi í føroyska samfelagnum. Hetta fyri at bremsa koronu, segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini í Degi og viku týskvøldið.

Tú fært eitt galdandi koronapass við at vera koppsettur, hava verið smittaður áður ella við einari koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

- Um vit skulu vera vís í at halda smittuna úr landinum, er tað teir persónar, sum ikki kunnu vísa á eitt koronapass tey, sum vit skulu hava fatur á og tryggja okkum, at tey verða testað, segði Michael Boolsen.

Tað er Farsóttarnevndin sum ger av, hvat verður gjørt við markið, og heimildin at gera mun á fólki er í lagi. Michael Boolsen vísti í Degi og viku til grein 16 í epidemilógini, sum sigur, at farsóttarnevndin kann krevja, at ein og hvør sum kemur til Føroya, skal lata seg kanna av lækna, og at viðkomandi um neyðugt, skal lata seg innleggja til kanningar á einum sjúkrahúsi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

5

Størv

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Lærlingur til maskinmiðstøðina í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024

Fyristøðufólk til Koltur

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2024

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:
6 Leygardagur 06. november 2021

- Farsóttarnevndin hevur suverenan rætt við markið

Um landsstýrið ráddi við markið, var kanning kravd og ikki koronapass, sigur løgmaður

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru ikki fleiri tilmæli, sum løgmaður kom við á tíðindafundinum um koronustøðuna hósdagin. Hinvegin var tað helst mest fyri at sissa fjøldina, nú smittutølini hava verið so høg seinastu tíðina.

Í samrøðu við Portalin aftan á tíðindafundin segði Bárður á Steig millum annað, at um landsstýrið ráddi, so var kanning kravd við landamarkið, og ikki koronapass, sum farsóttarnevndin annars hevur sett í gildi.

- Vit høvdu sett test í verk. Tað er tað, sum vit hava brúkt og tað er tað, sum hevur riggað. Men eg haldi eisini at vit skulu taka tað við sum landslæknin vísur á, at tey sum nú eru smittað, eru smittað innanlands. Hetta sær út til at vera smitta sum hevur verið í landinum, sum nú er blussað upp. So tað at kanningar við landamarkið vórðu tiknar av 1. september er ikki orsøkin til útbrotið í løtuni.

Men tú hevur hervið góðtikið tað, at man bara kannar tey sum ikki eru koppsett, hóast man veit, at tey sum eru koppsett, eisini kunnu bera smittuna víðari?

- Tað er ikki upp til okkum at góðkenna tað ella ikki. Tað er farsóttarnevndin sum hevur suvernan rætt til at seta tað í verk, staðfesti løgmaður.

Hoyr alla samrøðuna við løgmann her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

7 Leygardagur 06. november 2021

Starvsfólk í heilsuverkinum eru javnan fyri ágangi

Løgmaður, og serliga fútin, gjørdu á tíðindafundinum hósdagin púra greitt, at hetta als ikki kann góðtakast. Micheal Boolsen segði, at allir tilburðirnir av hesum áganginum/hóttanum, sum eru vaksandi, verða meldaðir og Føroya Rættur hevur fingið boð um at viðgera málini skjótt

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað kann als ikki góðtakast og hoyrir ongastaðni heima.

Soleiðis segði Micheal Boolsen, fúti, á tíðindafundinum hósdagin um tann ágangin, sum partur av heilsustarvsfólkum upplivir javnan, í mun til koronastøðuna - júst hví tey eru fyri ágangi varð ikki gjørt greitt.

Løgmaður kom fyrst inn á tað í sínari framløgu, har hann staðiliga heitti á fólk um lata tey, ið arbeiða við hesum, fáa frið. Hetta eru tey dugnaligu starvsfólkini, sum standa á odda í arbeiðnum fyri at basa korona, og tey hava á ongan hátt uppiborið slíka viðferð, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Fútin var uppaftur meira beinleiðis og kontantur, og hann gjørdi púra greitt, at tey sum koma við beinleiðis hóttanum og ágangi, ið fer út um mark, verða revsað; tilburðirnir verða meldaðir, og Føroya Rættur hevur fingið boð frá um at viðgera hesi málini skjótt.

Uppá spurning frá Portalinum um, hvat slag av ágangi talan er um, so nevndi løgmaður, at tað fyri tað mesta er talan um munnligan ágang, har tey av fólki verða lagd undir ymiskt og eisini hótt.

Fútin útgreinaði við, at í summum førum eru tað meira álvarsamar hóttanir, har fólk millum annað hava hótt at fara eftur byrsuni, og at sumt millum annað kann revsast undir grein 266 í revsilógini, sum kann geva treytaleysa fongsulsrevsing.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

8 Leygardagur 06. november 2021

- Skynsemi ræður ikki í løtuni

Fútin var greiður á tíðindafundinum: Hann er ikki nøgdur við atburðin hjá føroyingum seinastu tíðina, og hevur nú tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni. Møguleikin hjá koppsettum fyri at verða sjúk av korona er fimm ferðir minni enn hjá ókoppsettum, sigur landslæknin - hóast koppsett eisini smitta víðari og gerast sjúk

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Støðan er við at verða álvarsom, segði løgmaður. Støðan er ógvuliga álvarsom, segði fútin, sum í miðlunum seinastu dagarnar hevur verið greiður og millum annað staðfest, at eitt ynski hjá farsóttarnevndini, sum landstýrið aftur hevur avvíst, er at koronupassið veruliga kemur í gildi í føroyska samfelagnum.

Hetta kann vera skynsamt, nú smittutølini eru høg, men tað vísir seg eisini, at koppsett, ið ikki skulu í sóttarhald, um tey hava verið saman við smittaðum, smitta víðari - tað eru fleiri kanningar sum vísa, og læknaserfrøði sum vísur á, at virknaðurin av koppsetingini er ógvuliga nógv niðursettur ella heilt burtur eftir áleið eitt hálvt ár - tað er eisini tí, at triðja prik er sett í verk - og koppsettir føroyingar eru eisini vornir sjúkir av koronu; ikki bert smittaðir.

Tó vísti landslæknin á, at sambært føroysku tølunum, sum Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur hugt nærri at seinastu dagarnar, so hava koppsett fólk fimm ferðir minni kjans fyri at gerast sjúk enn ókoppsett (Les: sjúk - ikki smittað, red). Sjúkueyðkennini eru færri, og man verður ikki líka illa fyri, segði Lars Fodgaard Møller, ið eins og løgmaður og fútin mælti føroyingum til at lata seg koppseta og til at taka ábyrgd.

[object Object]Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta seinna hava nógv ikki gjørt seinastu tíðina, vildi Micheal Boolsen vera við:

- Her valdar ikki skynsemi í løtuni. Vit noyðast at fáa tað uppá rætt kjøl aftur og taka støðuna í álvara - ikki bara nú tá tølini eru óvanliga høg, men vit noyðast eisini at hava "lantíðarskynsemi".

Her kom fútin millum annað á jólaborðahald og onnur stór tiltøk, ið eru fyri framman. Hann nevndi, at hann sjálvur hevur  tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni, hóast tey ikki eru á skránni heilt enn. Hetta fyri at vísa skynsemi yvir longri tíð, tí smittan verður ikki heilt burtur úr føroyska samfelagnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

9 Leygardagur 06. november 2021

60 prosent óttast ikki at fáa koronu

Fleiri enn 7000 atkvøddu á Portalinum mánadagin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á sosialum miðlum hava nógv gjørt sína meining til kennar um vikuskiftið um koronustøðuna í Føroyum, men okkurt bendir á, at tey flestu kortini ikki eru bangin fyri at fáa koronu.

Brúkarar á Portalinum høvdu mánadagin frá kl. 14 til kl. 20 møguleika at svara spurninginum “Óttast tú at fáa koronu”.

7.154 brúkarar atkvøddu í hesar seks tímarnar, og 60 prosent siga seg ikki óttast koronu, meðan 40 prosent siga seg bera ótta fyri at fáa koronu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

10 Leygardagur 06. november 2021

Ferðslan í Eysturoyartunnlinum lækkaði í oktober

Tað gongur sera spakuliga at fáa ferðsluna upp á støðið, sum væntað varð, tá tunnilin lat upp í desember í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gongur als ikki sum ætlað hjá tunnilsfelagnum at fáa bilar til at brúka nýggja stásiliga undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Hvítanes.

Nýggjastu tølini fyri oktober mánað vístu, at miðalferðslan í oktober minkaði í mun til september.

Í oktober koyrdu í miðal 4.042 bilar millum Eysturoynna og Streymoynna um dagin, meðan miðaltalið av bilum, sum koyrdu millum Rókina og Strendur var 575 bilar um dagin. Talan er um eina minking í fersluni á ávikavist 2,6 og 3,4 prosent.

Samlaða talið av bilum, sum brúktu tunnilin, fall sostatt við trimum prosentum úr 4.760 niður í 4.617.

Sostatt er langt upp til væntaðu ferðsluna á millum 5.000 og 6.000 bilar um dagin, sum tunnilsfelagið roknaði við um tað mundið, tá tunnilin lat upp í desember í fjør.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

11 Leygardagur 06. november 2021

Katrin Thorsvig Hansen nýggjur høvuðsákæri hjá løgregluni

Núverandi stjórin á Dátueftirlitinum, Katrin Thorsvig Hansen, byrjar í starvinum sum høvuðsákæri 1. februar

Savnsmynd
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

1. februar 2022 byrjar Katrin Thorsvig hansen í starvinum sum høvuðsákæri hjá løgregluni.

Høvuðsákærin er daligur leiðari hjá ákæruvaldinum í Føroyum og er eitt nýtt heitið sum er komið í sambandi við rættargangslógina, sum kom í gildi 1. januar 2021. Áður hevur heitið verið varapolitimeistari.

Katrin Thorsvig Hansen hevur drúgvar royndir innan løgfrøðiliga arbeiðið í bæði danska løgmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni. 

Hon hevur royndir sum ákæri frá sínari tíð í danska løgmálaráðnum, og sum ákæri hjá løgregluni í Føroyum í 2018.

Katrin Thorsvig Hansen er í løtuni stjóri á Dátueftirlitinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

12 Leygardagur 06. november 2021

Mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur

- Tann minuttin eg fái tekin um, at okkara sjúkrahús innan stutta tíð kemur undir trýst, skal eg syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin. Men tað er ikki har vit eru enn, sigur landsstýrismaðurin við heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóru tølini av koronu, sum verða kunngjørd um dagarnar hava fingið nógv stúrin fólk til knappaborðið á Facebook, at siga sína hugsan um, hvat átti at verið gjørt og ikki.

Summi bera ótta fyri at sjúkrahúsverkið er undir so stórum trýsti, at tað ikki megnar at fylgja við. Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur at støðan ikki har enn.

- Okkara heilsuverk hevur higartil klárað uppgávuna til UG. Vit skulu hjálpa øllum sjúkum fólki, ikki bert teimum við koronu. Og vit mugu ikki gloyma allar aðrar diagnosur, sum fólk kunnu gerast sjúk av. Koronavirus er komin fyri at vera, skrivaði hann í einari støðudagføring á Facebook fyrst í vikuni.

Hann sigur, at í tí løtuni hann fær tekin um, at sjúkrahúsverkið innan stutta tíð kemur undir trýst, skal hann syrgja fyri at stig verða tikin beinanvegin.

- Men vit eru ikki har enn. Tað er altíð ein søga aftanfyri hvønn sjúkling, so at bara siga 4 ella 7 eru innløgd við koronu, er ikki altíð rættvísandi mynd av allari støðuni, sjálvt um tað eru 7 ov nógv.

- Vit missa hvørt ár nógv eldri fólk av influensu, og eg gerist altíð keddur tá eg hoyri eitt andlát. Vit hava roynt av øllum alvi ikki at missað nakran av korona, og tey hagtølini eru sera góð í løtuni. Eitthvørt deyðsfall er eitt ov nógv, skrivar heilsumálaráðharrin, sum annars kennir seg púra tryggan.

- Eg hugsi nógv um sjúkrahúsverkið, men persónliga fyri meg hugsi eg slett ikki um korona. Eg eri koppsettur so har er einki at koma eftir, eg eri púra tryggur, sigur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

13 Leygardagur 06. november 2021

Triðja prikið vinnur fram

Yvir fýra prosent av fólkatalinum hevur fingið triðja prikið nú

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

500 koppsetingar vórðu gjørdar hósdagin. Nógvu koronutilburðirnir seinastu dagarnar sær út til at hava við sær, at fleiri lata seg koppseta fyri fyrstu ferð, tí 152 fólk fingu hósdagin fyrra prikið meðan 112 fingu annað prik.

Men tey sum eru koppsett fyri hálvum sjeynda mánað síðani hava møguleika fyri at fáa triðja prikið eisini. Tað vísir seg, at verjan av koppsetingini fánar aftaná eina tíð, og triðja prikið skal tí hjálpa at fáa mótstøðuføri upp aftur.

236 fólk fingu triðja prikið í gjár, og tilsamans 2.276 fólk eru nú prikað tríggjar ferðir. Tað svarar til yvir fýra prosent av fólkatalinum.

75,2 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prik, og 71,3 prosent hevur fingið annað prik.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

14 Leygardagur 06. november 2021

Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum seinastu árini hevur fingið Føroyar í brennidepilin, vann føroyska tónlistakvinnan Eivør Pálsdóttir stóra norðurlendska virðisløn

(Mynd: Norden.org / Magnus Fröderberg)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eivør Pálsdóttir fekk týskvøldið handað tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum seinastu árini hevur fingið Føroyar í brennidepilin, og fyri at brúka tónleikaarvin og móðurmálið.

- Hon er ein tónleikari av Guds nái við vakrari sangrødd og ein frálíkur gittarleikari, skrivar dómsnevndin millum annað.

Hetta var aðru ferð, at Eivør Pálsdóttir var í uppskoti til virðislønina. Fyrru ferð var í 2013.

Virðislønin er áljóðandi 300.000 danskar krónur.

Henda virðislønin er latin síðan 1965. Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá einum núlivandi tónaskaldi, og annað hvørt ár - sum í ár - verður hon latin einum útinnandi tónlistafólki.

[object Object]
(Mynd: Norden.org / Magnus Fröderberg)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

15 Leygardagur 06. november 2021

- Takk fyri at tú framber føroyska mentan á altjóða palli

Føroyingar fegnaðust saman við Eivør á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stór frøi og nøgd var á føroyingum í Keypmannahavn týskvøldið, nú Eivør Pálsdóttir varð kosin vinnari av tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins.

Heiðurslønarvinnarin varð avdúkaður á beinleiðis sjónvarpssending úr Skuespilshuset í Keypmannahavn, har vinnararnir av bókmenta-, barnabókmenga-, films- og umhvørvisheiðursløn Norðurlandaráðsins eisini vórðu kjósaðir.

Fagnaðurin var stórur, tá vælumtókti danski kórleiðarin og tónasmiðurin Phillip Faber avdúkaði, at Eivør var vinnari av tónleikaheiðurslønini 2021.

Eivør var eisini tilnevnd henda heiður í 2013, men tá varð finski fiólleikaran, Pekka Kuusisto, ið vann. Men hesaferð vann Eivør, og tað var ikki ein einasti føroyingur til staðar, sum ikki helt, at tað var væl og virðiligauppiborið.

Heilt óvæntað kom tað ikki á Eivør, hóast hon undan hátíðarhaldinum ikki vildi avdúkað annað, enn at hon var rættiliga nervøs fyri kvøldinum.

Men undir eini meira meira óhátíðarligari móttøku á føroysku umboðsstovuni á Norðurbryggjuni seinni um kvøldið, avdúkaði Eivør, at hon hevði fingið onkran illgruna, serliga tá tað vóru “kreftir”, sum árgrýtnar arbeiddu fyri at flyta ætlaðu konsertferðina í Polandi, so at hon kundi vera til staðar í Keypmannahavn undir hátíðarhaldinum hjá Norðurlandaráðnum.

[object Object]

Takk fyri rúnabindandi framførslur
Undir samkomuni á Norðurbryggjuni helt Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, eisini eina røðu fyri Eivør.

Hann takkaði songkvinnuni fyri sínar bergtakandi og rúnabindandi sangframførslur bæði heima og úti í stóru verð.

Jenis av Rana vísti á, at Eivør hevur síðan ungan aldur arbeitt hart og miðvíst fyri at koma so langt við síni list, sum hon nú er komin.

- Tú hevur halgað teg til listina. Tú spennir sera víða, og móðurmálið er ein varði í tínari list. Tað eru vit takksom og glað fyri, segði Jenis av Rana, og helt fram.

- Takk fyri, at tú framber føroyska mentan á altjóða palli. Takk fyri, at tú reisir teg og fert út um landoddarnar við tíni list. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er ein tann størsti heiðurin, ein kann fáa á okkara  leiðum, er tær vær uppiborin, segði Jenis av Rana, sum eisini ynskti hinum trimum føroysku tilnevndu kvinnunum, Marjun Syderbø Kjælnes, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Sunnivá Guðmundsdóttir Mortensen hjartaliga tillukku við tilnevningini, og vísti á, at tilnevningin er ein heiður í sjálvum sær. 

Ikki bara føroyingar, men eisini íslendingar fegnaðust um heiðurslønina til Eivør Pálsdóttir, tí fyri nógvar íslendingar, er Eivør ein av teirra, tí hon hevur uppihildið seg og sungið so nógv í Íslandi.

[object Object]
(Mynd: Ingi Samuelsen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

16 Leygardagur 06. november 2021

Gongdin í 2021 betri enn væntað

Úrslitið hjá Banknordik fyri skatt tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar gjørdist 246 milliónir krónur, harav 90 milliónir stava frá søluni av danska virkseminum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu 9 mánaðir ber boð um, at føroyskar fyritøkur og húsarhald eru væl fyri. Grundraksturin hjá bankanum er betraður, og útlitini fyri restina av árinum eru góð.

- Árið hevur higartil roynst betur enn upprunaliga væntað. Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin eftir bústaðarfígging er stórur, og bæði vinna og privat húsarhald eru sum heild væl fyri. Í juli byrjaðu vit at bjóða viðskiftafólkunum eina samansparingarkontu uttan negativa rentu, og vit síggja, at alsamt fleiri velja at gagnnýta tann møguleikan, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Vaksandi áhugi fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin
Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu 9 mánaðir, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið. Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn. Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14 prosent.

Í 2025 skal beinleiðis CO2-útlátið vera 0
Fyrr í ár fór bankin undir at veita eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku sum t.d. hitapumpu ella fjarhita. Higartil eru bústaðir fyri uml. 190 mió. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum.

- Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið, og tí leggja vit dent á at bjóða lán, ið gera tað bíligari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir til eitt nú bústað og bil. Harumframt eru vit tilvitað um, at okkara egna virksemi eisini skal taka atlit til umhvørvið. Í tí sambandi hava vit broytt upprunaliga málið um at minka okkara CO2-útlát við 50 prosentum í 2025 og arbeiða í staðin fram ímóti at minka tað við 70 prosentum og fáa beinleiðis útlátið niður á 0, sigur Árni Ellefsen.

Roknskapurin í stuttum

-  Úrslitið fyri skatt gjørdist 246 milliónir krónur, harav 90 milliónir stava frá søluni av danska virkseminum

-  Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 127 milliónir krónur samanborið við 110 milliónir sama tíðarskeið í fjør

-  Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 36 milliónir krónur samanborið við 5 milliónir í niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør

-  Rakstrarúrslitið gjørdist 163 milliónir krónur samanborið við 106 milliónir sama tíðarskeið í fjør

-  Bankin hevði 7,6 milliardir krónur í útlánum samanborið við 7,5 milliardir krónur sama tíðarskeið í fjør

-  Innlán bankans lækkaðu úr 7,5 milliardum krónum sama tíðarskeið í fjør til 7,4 milliardir krónur.

-  Solvensurin hækkaði úr 24,9 prosentum sama tíðarskeið í fjør til 31,7 prosent

-  Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 230 og 250 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

17 Leygardagur 06. november 2021

Seta aftur krav um munnbind í býarbussinum

Fyri at tálma smittuspjaðingini varð hetta krav frá í gjár at rokna og tvær vikur fram, skrivar Tórshavnar kommunu

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani várið í fjør hevur tað í tíðarskeiðum verið krav at nýtt munnbind í býarbussinum í Tórshavnar kommunu.

Nú smittutrýstið er høgt, og fleiri og fleiri smittutilburðir verða staðfestir í høvuðsstaðarøkinum heitir heitir Tórshavnar Kommuna á øll ferðandi, um at brúka munn-bind í bussunum; hetta fyri at tálma smittuspjaðingini 

Fyribils verður kravið um munnbind galdandi í tvær vikur, skrivar torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

18 Leygardagur 06. november 2021

Betri stuðlar gransking á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið játtað meira enn eina millión krónur í granskingarstuðli frá Betri til fimm granskingarverkætlanir

Setursskrivstovan (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum eitur Betri-stuðul, støðu til umsóknir um granskingarstudning, og hesaferð hava fimm granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya fingið játtan um stuðul.

Talan er um umleið 1,1 millión krónur, skrivar Setrið í tíðindaskrivi.

Verkætlanirnar, sum Betri-stuðul valdi at stuðla á Setrinum í 2021, fevna um granskingarøki á Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini.

Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru hesar:

  • “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving”, ph.d.-verkætlan hjá Tórunn Højgaard Ósá, námslektara í sjúkrarøktarfrøði.
  •  “Pápar í Føroyum 2022 - ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum”, granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag hjá Firouz Gaini, professara í antropologi.
  • “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum”, ph.d.-verkætlan hjá Elsu D. Johannesen, námslektara í sjúkrarøktarfrøði
  • Granskingarverkætlan um typu2-diabetes hjá May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum.
  • Granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum hjá Sissal Mariu Rasmussen, adjunkti á Námsvísindadeildini, og Hjalmari P. Petersen, professara á Føroyamálsdeildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

19 Leygardagur 06. november 2021

Broytingar í ásetingunum fyri lestrarstuðul

Hetta hevur m.a. við sær, at miðnámsskúlanæmingar, sum taka útbúgving, sum partvíst er staðsett uttan fyri Føroyar, nú eisini fáa útbúgvingarstuðul

Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali luttikið í norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at miðnámsskúlaflokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Jenis av Rana, hevur lýst kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul.

Broytingarnar innibera at:

Ásetta kilometratalið fyri farleið millum heimabústað og skúlan, sum er treyt fyri, at næmingar undir 18 ár kunnu fáa vistarhaldsstuðul, er broytt frá 50 til 35 kilometrar.

Næmingar á háskúlum og eftirskúlum kunnu nú eisini ferðast ókeypis til og frá skúla við Strandfaraskipum Landsins.

Næmingar sum taka gymnasiala miðnámsútbúgving, ið er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, nú kunnu fáa útbúgvingarstuðul.

Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali luttikið í norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at miðnámsskúlaflokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi. Skúlagongdin er skipað soleiðis, at næmingarnir skifta ímillum hesi londini, og teir ganga á Miðnámi á Kambsdali í eitt hálvt ár.

Við broytingini verða føroyskir næmingar, sum velja henda útbúgvingarmøguleika, javnsettir við næmingar, sum velja vanliga miðnámsskúlan í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

20
Leygardagur 06. november 2021

Petur Larsen 50 ár - frá kjallarafyritøku til altjóða vitanarhús

Í 50 ár hevur Petur Larsen veitt servitan til føroysku fiskivinnuna innan flakamaskinur og viðlíkahald av maskinum og útgerð. Seinnu árini er fyritøkan vorðin eitt vitanarhús, sum 50 ár eftir stovnan vísir fram eina nýggja flakamaskinu, sum Petur Larsen hevur selt til heimsins fremsta framleiðara av flakamaskinum

Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Petur Larsen í Fuglafirði er í føroysku hvítfiskavinnuni væl kent sum ein sterkur aktørur innan maskinur til fiskivinnuna, viðlíkahald, uppsetan og ikki minst sum umboð fyri heimsins fremstu flakamaskinur, Baader.

Síðani stovnan í 1971 hevur Petur Larsen fingist serliga nógv við Baader maskinur, tænastu og viðlíkahald. Við ættarliðsskiftinum í 2007, tá ið synirnir Atli Larsen og Rógvi Róin keyptu fyritøkuna, er vøksturin hildin áfram við somu kjarnutænastum, men seinnu árini við stórum denti á nýhugsan.

- Menning er alneyðug. Fyri okkum, fyri kundar okkara og fyri brúkaran. Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.

Burðardygd er framtíðin fyri fiskivinnuna
Hvítfiskavinnan hevur ligið tungt í sjónum í nógv ár. Ikki bara í Føroyum, men kring allan heim. Petur Larsen hevur, við síni vitan og tænastu á økinum, sæð avbjóðingarnar og lagt seg eftir at menna nýggjar loysnir, sum hava til endamáls at fáa meira burturúr virðismikla tilfeinginum. Eitt nú kunnu nevnast:

  • Intelligence Kit - ein talgild skipan, sum verður sett á flakamaskinur og framleiðslutól, ið savnar og skrásetur dátur um tólið, samstundis sum Intelligence Kit letur brúkaran stýra orku- og vatnnýtsluni. Umframt minkaða nýtslu, so slítast maskinurnar munandi minni.
  • Opti-trim - eitt búkknívasett, sum verður sett á Baader 189 maskinur, ið økir um úrtøkuna við upp til 1,5 prosent. Í vinnuni merkir 1 prosent í betri úrtøku lættliga eina millión meira á botnlinjuni.
  • Fisheye - ein talgild viðlíkahaldsskipan, har kundin sær allar sínar maskinur og útgerð, fær skrásett framt viðlíkahald og leggja áminningar um komandi viðlíkahald, umframt skjalprógv upp á einstaka framleiðslutólið.

Neo 189 - eitt føroyskt framstig í vinnuni
Petur Larsen setti eina menningardeild á stovn í 2019 og omanfyrinevndu vørur eru allar komnar frá menningardeildini. Í 2019 avgjørdi Petur Larsen at sniðgeva eina av teimum mest nýttu maskinunum í flakavinnuni, Baader 189, av nýggjum.

Úrslitið var Neo 189, sum í mun til upprunaligu maskinuna fær millum 1,5 og 3 prosent meira burturúr hvørjum fiski samanborið við eina Baader 189 í góðum standi.

Maskinan er talgild og er munandi lættari at gera reina og viðlíkahalda og krevur færri eykalutir. Ein stórur fyrimunur við nýggju maskinuni er, at skorna flakið er munandi penari og tískil fær betri prís á marknaðinum. Maskinan er til royndarkoyring hjá PRG í Gøtu, sum lata sera væl at maskinuni.

[object Object]

- Vit tóku Baader 189 PRO maskinuna til royndarkoyring í mai. Longu fyrsta framleiðsludag sóu vit, at maskinan kann fáa stóran týdning fyri okkum. Vit fáa eitt pent flak við sera góðari úrtøku. Maskinan er løtt at arbeiða við og løtt at halda rein. Sum nakað heilt nýtt, fáa vit nú eisini framleiðsludata úr maskinuni beinleiðis á telefonina, sigur Tórolvur Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Fiskavirkinum í Gøtu, PRG.

Baader hevur keypt rættindini til maskinuna, sum nú hevur fingið navnið Baader 189 Pro. Petur Larsen hevur higartil gjørt tríggjar maskinur og skal gera fleiri fyri Baader, umframt at Petur Larsen hevur viðlíkahaldið á maskinunum.

Menningin av Baader 189 Pro maskinuni hevur fingið stuðul frá Vinnuframa og Fiskivinnugransking á tilsamans 1,6 miliónir krónur. Stuðulsupphæddin hevði stóran týdning fyri at menningararbeiðið kundi fara í gongd.

Baader og Petur Larsen hava sínamillum avtalað ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

21
Leygardagur 06. november 2021

Ango skrásettur í flotanum

Heimstaðurin er Vágur - sami heimstaður, sum skipið hevði, tá tað æt Nýborg

Ango við Vestaru bryggju í dag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Junior, sum er keyptur úr Hirtshals, og sum kom til landið sunnukvøldið, er nú yvirtikin av nýggju eigarunum og skrásettur í føroysku skipaskrásetingini.

Navnið er Ango, og skipið er keypt fyri 50 milliónir, og hevur fingið tillutað kvotur frá Fiskimálaráðnum í sambandi við ítøkiligt skipakeyp.

Ango er 56 metrar langur, 12 metrar breiður, og er bygdur í 2000.

Heimstaðurin er Vágur, har tað eisini hevur verið skrásett áður. Tá var tað undir navninum Nýborg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

22 Leygardagur 06. november 2021

Smyril Line ger nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa

(Mynd: Smyril Line)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi.

Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar.

Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið.

Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021.

M/V Akranes, var smíðað í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Noregi. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

23
Leygardagur 06. november 2021

Rókur og Lerkur við at verða seldir av landinum

Partrolararnir eru bygdir í Skagen fyrst í hesari øldini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Sum skilst á keldum, sum Portalurin hevur tosað við, so eru partrolararnir Rókur og Lerkur við at verða seldir av landinum.

Stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen, hevur onga viðmerking í løtuni, men sum Portalurin skilir á álítandi keldum, so skal parið undir franskt flagg, og síðani fiska í Norðsjónum.

Rókur og Lerkur lógu fyrr í vikuni í dokkini á Skála, har keypararnir skuldu hyggja eftir botnunum, og skuldu síðan siglast til Íslands, har skipini skulu latast nýggju eigarunum.

Rókur og Lerkur fóru úr Føroyum hósdagin.

Tað var Faroe Seafood, sum keypti partolararnar til Føroyar, sum eru bygdir í Skagen fyrst í hesari øldini.

Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang, stovnaðu Varðin, Framherji og Samherji felagið Faroe Origin, sum keypti parið, umframt trý onnur pør.

Felagið seldi fyri nøkrum árum síðan minsta parið Skúgv og Munk av landinum

Tá ið Rókur og Lerkur eru seldir, eigur Faroe Origin pørini Stelk og Bak umframt Heyk og Falk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

24
Leygardagur 06. november 2021

Skal brúkast sum ferðafólkaskip í Kroatia

43 ára gamli Magnus Heinason er seldur til kroatiskt felag

Magnus Heinason í Vestmanna (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gamla havrannsóknarskipið fer ikki at enda sínar dagar á botni inni í Kaldbaksfirði. Magnus Heinason er seldur einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðavinnuvirksemi.

Tað upplýsir stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, fyri VP.

Magnus Heinason, sum er bygdur á Langsten Slip og Båtbyg í Noregi í 1978, hevur staðið á sølulista síðani mai. Keypsprísurin verður ikki upplýstir, skrivar vp.fo.

Skipið kom til Skála týsdagin, og áðrenn handilin endaliga fer ígjøgnum skal skipið til botnkanningar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

25 Leygardagur 06. november 2021

Løvubetong 13,3 milliónir í avlopi

Helst besta úrslitið hjá felagnum á Norðskála nakrantíð

(Mynd: Betong.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Byggivirksemið hevur neyvan nakrantíð verið so stórt í Føroyum sum síðstu árini. Hetta sæst eisini aftur í góðum roknskapunum hjá byggifyritøkum. Ein av stóru veitarunum til byggivinnuna er Pf. Løvubetong á Norðskála, sum hevði sítt besta ár í 17 ár og helst eisini sítt besta ár nakrantíð.

Pf. Løvubeting, sum er ein tann størsta betongblandistøðin í landinum í dag, var stovnsett í 1984 av Herman Mørkøre, sum saman við familjuni rak virkið inntil í 2008/2009, tá tað var selt til Spf. Thor Contractors, sum er felag hjá íslendska entreprenørinum Torvaldi Gissurarsyni. 

Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin var 27 milliónir krónur, sammett við 21 milliónir í 2019. Ein vøkstur á 28,6 prosent, sum verður mettur at verða ein stórur vøkstur. Nettosølan er tó ikki upplýst, men sannlíkt er, at vøksturin í bruttovinninginum kemur frá einari øktari sølu í 2020.

Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 12,2 milliónum krónum í 2019 til 18,9 milliónir í 2020. Vøksturin er heili 54,8 prosent. Orsøkin er stóri vøksturin í bruttovinninginum, umframt at starvsfólkakostnaðurin lækkaði 691.000 krónur í 2020 í mun til 2019.

Ársúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 13,3 milliónir krónur samanborið við eitt avlop á 8,8 milliónir krónur í 2019. Vøksturin í ársúrslitinum er 50,4 prosent. Felagið rindar harumframt 3,2 milliónir krónur í partafelagsskatti fyri 2020.

Pf. Løvubetong er ein fíggjarliga sterk fyritøka, við einum eginpeningi á 51,2 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevnið á heili 78 prosent.  

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 65.6 milliónir krónur, harav fastar ognir 39,8 milliónir og ognir í umferð 25,8 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 5,8 milliónir krónur

Felagið hevði onga langfreiðsta skuld í 2020, meðan stuttfreiðsta skuldin var 8,8 milliónir krónur.

Gjaldførið var sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 291 prosent í 2020 samanborið við 210 prosent í 2019.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar, sum er sama upphædd sum í 2019.

Stjóri í Pf. Løvubetong er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson. Sambært heimasíðuni hjá Løvubetong starvast 14 fólk í fyritøkuni.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

26 Leygardagur 06. november 2021

Nú koma fyrstu veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya

Nú koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya og ikki frá DMI

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frá mánadegnum 1. november 2021 koma 5-daga veðurforsagnirnar frá Veðurstovu Føroya, og ikki frá DMI. Sambært sáttmála við DMI yvirtekur Veðurstovan 5-daga forsagnirnar gerandisdagar fyri Føroyar, meðan DMI ger 5-daga forsagnir um vikuskiftið og eisini halgidagar.

Fyribils ger DMI eisini allar stutttíðar forsagnir, fyri fyrsta samdøgrið.

Frá 1. desember er ætlanin, at Veðurstova Føroya fær ábyrgd av stutttíðar forsagnum (+24 tímar) fyri land og havleiðir og eftirlit av ávaringum, gerandisdagar millum 8 og 17. DMI hevur sum higartil ábyrgdina um kvøldið og náttina, og alt samdøgrið um vikuskiftið og halgidagar.

Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, at Veðurstovan fer at gera størri broytingar í vaktarskipan fyribils, men uppá sikt er ætlanin at fáa eina vaktarskipan allar dagar og fleiri tímar um døgnið. Um kvøldið og náttina verður tó ivaleyst samstarv við DMI ella annan veitara, so vaktarskipanin ikki verður ov dýr.

Tað eru verkætlanir viðvíkjandi gransking og menningararbeiði umframt altjóða og millumtjóða samstarvi, t.d.

  • Meting av mátingarskipan – staðsetingar, veðurmátingar frá alduboyum, veðurradar
  • Góðskuskipan fyri veðurmátingar
  • Betri samskipan av føroyskum veðurmátingum
  • Veðurmodelldata frá DMI og ECMWF
  • Føroyskt veðurmodell, downscaling
  • Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi fyri veðurforsagnir
  • Verifikatiónssystem ella sannprógvakervi veðurmodellprognosur
  • Betri miðling til KVF v.fl.
  • Skráseting av veðurfyribrigdum og vitan hjá veðurkønum kring landið.
  • Veðurlagskanningar
  • Heimasíða er í gerð

Tað er nógv annað, sum kundi verið átrokandi/gott at kanna ella byrja at arbeiða við, t.d. “veðurlagsbroytingar”, men í fyrsta umfari verður tað vanliga veðrið raðfest hægri.

Tað eru fleiri felagsskapir, sum kundu verið viðkomandi at gerast limir í t.d. WMO, ECMWF og EUMETSAT. Men tað er sera kostnaðarmikið og heldur ikki heilt lætt. Her verður tí í fyrstu atløgu bert hugsað um hjálimaskap í WMO. Mett verður, at tað í minsta lagi tekur eitt ár at fáa limaskap í WMO.

Setan av fólki
Veðurstovan er deild undir Vørn, so stjórin á Vørn er stjóri fyri Veðurstovuna meðan veðurmenningarbólkurin hevur virkað sum deildarleiðari.

Á veðurstovuni eru í løtuni tveir veðurfrøðingar og verkætlanarsett kt-fólk. Harumframt eru tøkningar, skrivstovufólk v.fl., sum eru sett av Vørn ella MRCC, men í vissan mun arbeiða fyri Veðurstovuna.

Nú verður deildarleiðari vónandi skjótt settur og seinni í ár ella fyrst í komandi ári verður væntandi setan av nøkrum fólki afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

27 Leygardagur 06. november 2021

Nýggj samstarvsavtala millum Norðurlanda- og Útnorðurráðið

Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á grøna skiftið

Bertel Haarder, forseti í Norðurlandaráðnum, og Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Forfólkini í Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum skrivaðu týsdagin undir nýggja samstarvsavtalu millum ráðini.

Hetta hendi í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.

Talan var um at endurnýggja galdandi samstarvsavtalu frá 2006.

Baggrundin fyri at dagføra samstarvsavtaluna er eitt ynski um eitt breiðari og enn sterkari samstarv millum Úrnorðurráðið og Norðurlandaráðið um viðkomai økir, stendur í felags síðindaskrivi.

- Nýggja avtalan  staðfestir okkara góða samstarv, og fer vónandi at føra til enn sterkari sambond millum ráðini, sigur Pipaluk Lynge-Rasmussen, forkvinna í Útnorðurráðnum.

Formansskapurin í Útnorðurráðnum var hesa vikuna við á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn, har tey millum annað hava verið á fundi við norðurlendsku samstarvsráðharrarnar og við formansskapin í Norðurlandaráðnum

Pipaluk Lynge-Rasmussen helt røðu í Norðurlandaráðnum, har hon nevndi tæð tøttu og góðu sambondini við Norðurlandaráðið. Hon legði dent á hvussu stóran týdning tað hevur at fáa eitt avgerandi og framsøkið úrslit á COP 26-veðurlagstoppfundinum í Glasgow. Hon greiddi frá, at Útnorðurráðið hevur sett sjóneykuna á veðurlagsavrik og grønt skifti henda veturin, og hon bjóðaði limunum í Norðurlandaráðnum til ráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum um júst hetta evni í januar 2022 í Akureyri.

Ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum endaði hósdagin. 

[object Object]
Formansskapurin fyri Útnorðurráðið í Fólkatingssalinum. Frá vinstru Bryndís Haraldsdóttir, Edva Jacobsen og Pipaluk Lynge-Rasmussen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

28 Leygardagur 06. november 2021

Samstarvsavtala undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og Føroya Symfoniorkestur

Í avtaluni liggur m.a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 krónum í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar kommuna og sjálvsognarstovnurin Føroya Symfoniorekstur hava skrivað undir samstarvsavtalu.

Samstarvsavtalan skipar viðurskiftini millum Tórshavnar kommunu og herundir Tórshavnar musikkskúla yvirfyri Føroya Symfoniorkestri. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Symfoniorkestrinum fíggjarliga og havt ymiskt samstarv. Nú hava partarnir fingið skipað samstarvið við eini greiðari avtalu, umframt at stuðulin er hækkaður munandi.

Í avtaluni liggur m.a. at Tórshavnar kommuna stuðlar Symfoniorkestrinum við 490.000 krónum í 2021, umframt ásetingar um fak, undirvísingar- og tónleikaligt samstarv millum Musikkskúlan og Symfoniorkestrið, herundir eisini at orkestrið kann hava nótagoymslu á skúlanum og atgongd til ymiskar hentleikar har.

Við hesi avtaluni ber í enn størri mun til hjá Symfoniorkestrinum at náa sínum endamáli m.a. við at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki; og við hesum at gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

29 Leygardagur 06. november 2021

Eyð Tausen Magnussen útbúgvin sum serlækni í almen medisin

Hon hevur tikið særlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini

Turið Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini í Føroyum, Eyð Tausen Magnussen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sjúkrahúsverkið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eyð Tausen Magnussen er júst vorðin liðug við 4 ½ ára serlæknaútbúgving í almennum medisini, sum hon hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.

Eyð Tausen Magnussen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Kára Jacobsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Jónu Hansen, kommunulækna, sum í løtuni hevur viðtalu í Hoyvíksvegi 70.

Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Eyð verið á Hvidovre Hospitali og tikið hendan partin har í seks mánaðir.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 28. februar 2022. Eyð er tann næsti læknin í ár, sum verður liðug.

Á Landssjúkrahúsinum fegnast vit um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

30 Leygardagur 06. november 2021

Ikki stórur áhugi fyri haruhøgum í Vestmanna

Okkurt árið hevur verið størri áhugi at bjóða uppá haruhagarnar í Vestmanna enn tað var, tá uppboðssøla var í vikuni

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Haruhagarnir í Vestmanna vóru seldir sunnudagin, men tað var ikki tann stóri áhugin, sum tað vanliga plagar at vera. Einans 38.000 krónur komu inn.

Um 20 mans vóru møttir upp, og tað gekk striltið at fáa boð uppá teir fyrstu hagarnar.

Tveir teir fyrstu hagarnir, sum uppboðshaldarin Eydna á Rógvi, bjóðaði út, fingu einki boð. Tann fyrri var Heimihagin Heimari, sum hevði ein minstaprís upp á 6.500 krónur og tann seinni var Heimihagin Norðan, sum hevði ein minstaprís upp á 12.000 krónur.

Síðan vóru hagarnir Norðurnesið og Brekkurnar settir til sølu, men tað var skjótt avgreitt, tí eini tvey trý boð komu, so vóru teir seldir  fyri 10.000 krónur hvør.

Seinasti haruhagin var Fjallið, hann hevði eitt minsta boð upp á 18.000 krónur, har kom bara eitt boð, so var hann seldur.

38.000 krónur fyri allar haruhagarnar í Vestmanna í ár, tað var alt. Í 2012 komu 61.300 krónur inn og í 2011 komu 53.500 krónur inn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

31 Leygardagur 06. november 2021

Seyðasýning í Kvívík

Seks hagapartar luttóku, og íalt 51 veðragjólingar og 12 veðrar vórðu sýndir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku í Kvívík, har seks hagapartar luttóku.

Sýnarar vóru Jacob Vestergaard, Sólfinn Kjærbo, Jákup Joensen, og Marner Gudmundsen.

Íalt vóru 51 veðragjólingar og 12 veðrar sýndir, og virðislønir vórðu latnar til bestu veðragjólingar – nr. 1, 2, og 3, bestu hagar nr. 1, 2, og 3, besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3, og besta eldri veðr. 1, 2, og 3.

Fyriskiparar siga í tíðindaskrivi, at undirtøkan var góð, og er ætlanin at hava sýning aftur komandi ár.

– Vit takka Kvívíkar kommunu, MBM & Føroya Bjór. Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

Hesi fingu virðisløn:

Bestu veðragjólingar
1. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini
2. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga
3. Eigari Bartal Nadreassen, Frammi hagi

Bestu hagar
Útihagi við 19,00 stigum í miðal
Frammi í haga 18.33 stigum í miðal
Ognarhagin 17.06 stigum í miðal

Besti veturgamli veðrur
1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi í haga
2. Eigari Dánjal Petur Müller, Útihagi
3. Eigari Steinar Jacobsen, Leynahagi - Framman fyri húsini

Besti eldri veðrur
Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi
Eigari Niels Jákup Helgason, Hagahagi - Innarahelvt
Eigari Monika Kartinsdóttir, Norðihagi

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

32 Leygardagur 06. november 2021

Yvirlit: Hesi vórðu vald inn í kirkjuráðini

Samanlagt 160 fólk vórðu vald inn í teimum 23 kirkjusóknunum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin var kirkjuráðsval. Beint yvir 28.000 fólk í Føroyum høvdu valrætt. 238 valevni stillaðu upp, og 160 vórðu vald, sambært yvirlitinum á folkakirkjan.fo

- Vit ynskja teimum valdu hjartaliga tillukku við valinum. Samstundis takka vit øllum teimum kirkjuráðslimum, ið ikki stillaðu uppaftur ella gjørdust ov stutt. Leiklutur hins einstaka er óendaliga virðismikil, eisini teirra, ið ikki vórðu vald ella afturvald.

Hesi vórðu vald

Christianskirkjan
Árni B. Petersen
Maria Olsen
Malan Olsen
Olevina Sundskarð
Sigrid Mikkjalsdóttir Joensen
Martha H. Mýri
Sigmar A. Høgnesen
Bergfríð Klakkstein
Eliesar Lydersen

Glyvra kirkja
Bogi Olsen
Hans Jacob Lamhauge
Leivur Poulsen
Hanna Joensen
Kristina Gaardbo
Páll Rasmussen
Jóhannes Steingrund

Fríðrikskirkjan
Súni í Hjøllum
Bent Djurhuus
Niclas Fr. Davidsen
Bjørg R. Højgaard
Dávur R. Hansen
Jonna Johannesen
Inga Hansen

Fuglafjarðar kirkja
Eileen Ejdesgaard
Poulina Abrahamsen
Marna E. Jensen
Gunnleyg í Garðamørk
Marjun Petersen
Ólavur Poulsen
Súsan Petersen

Leirvíkar kirkja
Jastrid L. Olsen
Kirsten Danielsen
William Quinn
Fríðfinnur Johnsson
Dánjal Andreasen
Rasmus Hansen

Gøtu kirkja
Dagbjørt Ó. Hansen
Maud Hansen
Hansa Lamhauge
Tollakur Joensen
Karl Hjalti Gleðisheygg
Alvi Justinussen

Skála kirkja
Asbjørn Mikkelsen
Poulina J. Johannesen
Svend Højgaard
Kristina Fríða Rasmussen
Hans Petur Lamhauge
Birgir Olsen

Sjóvar kirkja
Ásbjørg á Hálvmørk
Elisabeth R. Djurhuus
Marjun Johansen
Joan S. Johannesen
Súnhild Kass
Rói H. Rasmussen

Norðskála kirkja
Jona Dam
Helga Foldbo
Thordis D. Hansen
Jørgen A. S. Joensen
Jóhanna J. M. D. Dahl
Susan Larsen

Hvalvíkar kirkja
Randi Djurhuus
Magnus Fuglø
Eydna í Homrum
Niels Johnny Mouritsen
Valbjørg Dahl-Olsen
Kjartan T. Madsen

Eiðis kirkja
Guðrun Ejdesgaard
Paula Bøgesvang
Katrin Højsted
Doris í Garði Olafsdóttir
Súnfríð Fríðheim
Poul J. Ellingsgaard

Vestmanna kirkja
Jóan Magnus Olsen
Tordis Nielsen
Finngerð Egilsnes Debes
Eyðun Leo
Sveinbjørn Poulsen
Sofus Johannesen

Sandavágs kirkja
Jóhanna í Horni
Lilja Joensen
Arndal á Mýrini
Edvard í Skorðini Joensen
Linda Christoffersen
Lennard Myllhamar

Miðvágs kirkja
Kári Thorsteinsson
Nansi Johannesen
Hans Jørgensen
Eirikur Joensen
Emmy Joensen
Jórun Haraldsen
Hanna Kristina Krossgil

Sørvágs kirkja
Súsan Tavnsen
Ingun Joensen
Rasmus Niclasen
Arnjohn Hvítklett
Eileyð Steinbjørnsdóttir
Sigrið Henriksen
Niels Nielsen

Kollafjarðar kirkja
Vivi Hammer
Jan Christiansen
Arnbjørn Kristiansen
Jens Kristian Magnussen
Anna Rúna Jakobsen
Kristin F. Hansen

Hoyvíkar kirkja
Bente Kjær
Durita Nolsøe
Elin S. Winther Poulsen
Petur Even Djurhuus
Uni Danielsen
Malan Rasmussen
Beinta Ejdesgaard
Hervør Didriksen
Simona Nielsen

Havnar kirkja
Marius Rein
Kristianna Mortansdóttir
Eyðna Magnussen
Erik Suni Danielsen
Høgni Joensen
Hans Debes
Elsa Johanna Høgenni
Rúna í Skála
Kjartan Egholm
Gunnvør H. D. Poulsen

Vesturkirkjan
Durita Tausen
Kathrina Lindenskov Holm
Signar Dam
Erna Hovgaard
Eyðfinnur Magnussen
Karl Michaelsen
Hildur Juan Nielsen
Ingibjørg Winther
Jeanne Reinert Poulsen
Ingimar Berg Mikkelsen

Argja kirkja
Sólrun Gleðisheygg
Fróði Ó. Olsen
Bjartur Dalsgarð
Jónheðin H. Tróndheim
Rúni Hentze
Jógvan B. Reynslág
Jan Odmarson

Sands kirkja
Gudny D. Hentze
Jacobina E. S. J. Fagradal
J. Hendrik Egholm
Sólrun O. Ørvarodd
Emil Simonsen
Frívør M. Joensen

Tvøroyrar kirkja
Bergur Stórhamar
Jensia Olsen
Joan Michelsen
Harriet Niclasen
Marjun Aagaard Olsen
Ragnar Groth Mortensen
Dagny Fonsdal Højgaard

Vágs kirkja
Páll Leo
Flemming Stenberg
Eyðtór Joensen
Arngerð Nielsen
Jákup Mikkelsen
Annie Eysturoy
Maiken Sandá

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

33 Leygardagur 06. november 2021

Guðmundur verður leiðari Gulu smiðju

Guðmund Joensen er settur í starv sum leiðari av ungdóms- og virkishúsinum í Saltangará

Guðmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Býráðið fyri Runavíkar kommunu samtykti hósdagin at seta Guðmund Joensen í starv sum leiðara av ungdóms- og virkishúsinum Gulu smiðju í Saltangará.

Tað skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Guðmundur Joensen er 38 ára gamal og hevur fjølbroyttar royndir. Hann kemur úr starvinum sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Vági, eitt starv hann røkti frá fyrstu fetum skúlans í 2016 og til í summar. Undan tíð hevur hann m.a. roynt seg sum sjálvstøðugur handverkari og úrvalsítróttarfólk.

Gula smiðja er nýggja ungdóms- og virkishúsið í Runavíkar kommunu, sum kemur at húsast í eyðkenda gula smiðjubygninginum miðskeiðis í Saltangará. Umframt hugnaliga og mennandi samveru er ætlanin, at húsið skal nýtast til fjølbroytt mentanarligt virksemi, og verður Gula smiðja eftir ætlan klekingardepil fyri mentan millum ung á staðnum.

Guðmundur byrjar í starvinum í næstum. Fyrsta tíðin verður nýtt til at tilrættisleggja virksemið, sum skal vera í Gulu smiðju, tá hon letur upp, sigur kommunan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

34 Leygardagur 06. november 2021

Eirik Suni Danielsen nýggjur leiðari í Tilhaldinum

Hann tekur við starvinum 1. desember

Eirik Suni Danielsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eirik Suni Danielsen verður nýggjur leiðari í Tilhaldinum í Tórshavnar kommunu, og tekur við starvinum 1. desember.

Eirik Suni Danielsen er 60 ára gamal, og hann er føddur og uppvaksin í Havn.  

Eirik Suni er útbúgvin timburmaður og hevur smíðað nøkur ár. Hann hevur eisini undirvíst á timburdeildini á Tekniska Skúla, og í hesum sambandi tók hann pedagogikum niðri. Í nítiárunum fór hann aftur til Danmarkar at nema sær útbúgving sum byggifrøðingur, og arbeiddi síðani nøkur ár bæði niðri og heima. Síðani fór hann aftur at undirvísa á Tekniska Skúla, og í 2004 yvirtóku tey Gjáargarð og róku gistingarhús norðuri við Gjógv, í heili 15 ár.

Samanlagt hevur Eirik Suni fingist við nógv ymiskt, bæði innan handverk, undirvísing, tænastuvinnu og fyrisiting; Fjølbroyttar royndir sum uttan iva fara at koma væl við í starvinum sum leiðari í Tilhaldinum.  

Og Eirik Suni gleðir seg til at fara til verka:

- Tilhaldið er eitt gott og fjølbroytt tilboð fyri eldri borgarar, sum er væl vitjað og væl dámt. Og eg eri vísur í at eg fari at stórtrívast í hesum starvinum, tí mær dámar væl at hava við fólk at gera. Hetta starvið hevur so nógv í sær, bæði tann menniskjansliga kontaktin og tænastuparturin, og samstundis eisini hetta við handverkinum og frálæruni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

35 Leygardagur 06. november 2021

Elin Michelsen skrivað fantasy ungdómsbók

Talan er um fyrstu skaldsøguna hjá Elini og tann fyrsta í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til

48-ára gamla Elin Michelsen úr Havn er útbúgvin innan samskifti. Fyrsta bókaútgáva hennara er ein ungdómsskaldsøga av slagnum sveim (Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Elin Michelsen gav í vikuni sína fyrstu skaldsøgu út. Talan er um eina bók til ung, og tekstaslagið er fantasy - sveim.

"Rimarúmið" er fyrsta bókin í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.

Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya.

Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan, skrivar Bókadeild Føroya Lærarafelags í sínari lýsing av rithøvundanum, sum fer at greiða nærri frá skaldsøguni á Bókadøgum, tá ið Oddfríður Marni Rasmussen hevur samrøðu við hana um bókina.

Tað er Bókadeildin, sum gevur bókina út.

[object Object]

Brellbiti
"Tóra steðgar, leggur pannuna móti rimunum og starir inn í hvíta meldurin, meðan hon heldur í rimunum við báðum hondum. — Vís mær, teskar hon út í hvítu kvirruna. Hon skilir ikki heilt, hvat hon sær, tí har er eingin litur at síggja í rimarúminum. Eingin litur til hennara. Og tó. Stormurin inni í rimarúminum tætnar. Flykrurnar flúgva tættari og tættari saman, til tær at enda fáa skap. Tóra veit, at hon hevur gjørt okkurt galið, men hon minnist ikki, hvat tað er. Hon endar í einum skúla, hon aldrin hevur hoyrt um, saman við fólkum, hon aldrin hevur sæð fyrr. Og tey duga ymiskt. Ymiskt, sum ikki eigur at vera gjørligt; sum eingin eigur at duga. Hon kann ikki vera ein teirra — kann hon?"

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

36 Leygardagur 06. november 2021

Tá kunningartøkni kollvelti Føroyar

Tað er eingin ivi um, at klaksvíksfyritøkan Com-Data eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars frá 1980 og frameftir. Hetta kemur Kári Mikkelsen inná í nýggju bókina "Com-Data 40 ár"

Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir menn hvør á sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiði í Klaksvík síðst í sjeytiárunum. Líggjas í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin.

Saman sóu teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa var komin í gongd, tá teir stovnaðu fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir.

Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá Steve Jobs í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum.

Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framfýsnu og framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum. Eisini var Com-Data fyrsti føroyski veitari av pc-arum. Hetta er grundarlagið undir bókini “Com-Data 40 ár” við undirheitinum “Ein føroysk fyritøka uttan fordømi,”sum verður givin út nú um dagarnar.

Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitingum og tænastum frá Com-Data.

Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelagshjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom í bæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í oktober 1992, og størsta samfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp.

Tað er forlagið Skálagarður, ið gevur bókina út, sum verður at fáa í bókabúðunum kring landið. Høvundur er Kári Mikkelsen, journalistur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

37 Leygardagur 06. november 2021

Listasavn Føroya letur aftur í tríggjar mánaðir

Hetta er vegna umvæling, sum ávirkar føstu framsýningina. Mentamálaráðið hevur játtað stuðul - í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið. Eftir ætlan letur savnið upp aftur 1. februar 2022

Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini, sum Mentamálaráðið hevur góðkent (Mynd: Listasavn Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini. Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum.

Hetta arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina í stuttum tíðindaskrivi:

- Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.”

Fyrr í ár varð soppur staðfestur í Listasavninum. Tað skrivaði Kringvarpið fyri einum mánaði síðani, og bygningurin skal høvuðsumvælast.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið, og mett verður at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár.

Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar 2022 við nýggjum serframsýningum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

38 Leygardagur 06. november 2021

Jólamerkini 2021 við blómuprýddum seyði

Ágóðin frá jólamerkjum fer beinleiðis til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvørt ár ger jólamerkjagrunnurin mun fyri føroysk børn og ung. Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.

Í fjør varð stuðul latin Barnabata og LGBT áljóðandi í alt 290.000 krónur. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata 200.000 krónur til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða. Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT+ 90.000 krónur til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT’arum, og var stuðulin oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálparbólkum í LGBT høpi.

Í ár mynda jólamerkini blómuprýddan seyð. Hetta eru myndir sum Harriet Olafsdóttir hevur tikið av seyði, sum hon hevur prýtt við blómum. Harriet er bóndi, íverkseti og arbeiðir eisini sum myndafólk.

Trý jólakort við fittum myndum úr jólamerkjunum eru eisini givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum.​

Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar.

Tær kosta ávikavist 560 og 598 krónur. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.

Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

39 Leygardagur 06. november 2021

Samrøðuspælið sera væl umtókt

Tala og Hoyrn fegnast um, at Samrøðuspælið, ið er ætlað sum hjálparamboð til samskifti og talu hjá eitt nú eldri og búfólkum, er so sera væl móttikið kring landið. Felagið hevur fingið nógvar jaligar afturmeldingar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Tað er hugaligt at frætta aftur frá starvsfólkum og búfólkum í eitt nú eldrarøktini og á sambýlum, at tey hava gleði og gagn av Samrøðuspælinum. So er málið rokkið við hesum spæli, sum eg fór undir fyri fleiri árum síðani, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum herfyri gav Samrøðuspælið út.

Ólavur Højgaard hevur seinastu vikurnar verið runt í Føroyum við spælinum, tó at korona í seinastuni hevur ávirkað hetta arbeiðið í ávísan mun. Ein stórur partur av spølunum er umbiðin, men tað ber til at framleiða fleiri, um tørvur verður á tí.

Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja málsligu førleikarnar hjá eldri borgarum, búfólkum, fólkum við heilaskaða ella øðrum, ið á einhvønn hátt hava mál og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum.

[object Object]

- Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t.d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Hetta er høvuðsendamálið við spælinum, sum vit áhaldandi kunnu útbyggja við nýggjum myndum og evnum eftir tørvi, sigur Ólavur Højgaard.

Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.

Ólavur Højgaard hevur starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum. Tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

40 Leygardagur 06. november 2021

Øll søgulig føroysk landkort eru nú tøk á netinum

Nú ber til at síggja yvir 600 kort, sum eru framleidd í tíðarskeiðinum 1895 til 2013

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri stuttum bleiv føroyakortið føroyskt, tá kortmyndugleikin bleiv yvirtikin.

Tey flestu av teim søguligu føroysku kortunum liggja framvegis hjá danska kortmyndugleikanum, sum nú hevur avgjørt at gera tey almenn. Talan er um yvir 600 kort sum eru framleidd í tíðarskeiðinum frá ár 1895 fram til 2013. Umframt at síggja kortini, ber eisini til at taka tey niður og prenta tey.

Nógv áhugaverd kort eru at finna. Allar tríggjar útgávurnar av máliborðsbløðunum frá árunum 1900, 1938 og 1990 eru tøkar. Til saman er hetta umleið 300 kort.

Kortini liggja á www.historiskekort.dk, saman við kortum úr Danmark og Grønlandi. Tað er danski kortstovnurin “Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering”, sum umsitur síðuna. Leinkja til føroyska partin er eisini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Fyribils kunnu kortini einans síggjast á teldum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

41 Leygardagur 06. november 2021

Húsakórið gerst 50 ár

Tað eru 50 ár síðani at útisetar í Keypmannahavn á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið. Hetta verður hátíðarhildið við konsert 6. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru í 50 ár síðani at Húsakórið í Keypmannahavn varð stovnað. 

Tað vóru føroyskir útisetar sum á heysti 1971 tóku stig til at stovna Húsakórið. Líka síðani hevur Húsakórið ljómað- sum ein nalvastrongur til føroyskan samleika í útlegd og føroyska sangmentan.

- Vit kenna okkum sum góð umboð fyri Føroyar. Vit hava sungið millum annað til Flaggsiglingina í Keypmannahavn, fyri sendiharrum á Norðuratlants Bryggjuni, á mentanarnáttini, á Fólkatingi, í Aarhus tá Foreningen Norden fylti 100 ár, fyri Margretu drotning, í DR konsertsali framførdu vit Nordisku hymnuna, sum Sunleif Rasmussen gjørdi lag til. Har vóru ráðharrar úr øllum norðurlondum umframt Fríðrik krúnprik og Mary krúnprinsessu, sigur kórið í skrivi.

Stóri dagurin verður hátíðarhildin við konsert í Sankt Andreas Kirke tann 6. november.

Fýra nýggir kórsatsir eru gjørdir til høvið. Nógv hava stjórnað kórinum seinastu 50 árini, og seinastu átta árini hevur Tóra Vestergaard verið kórleiðari.

Kórleiðarar gjøgnum árini hava verið hesir:

Alex Sólstein, Sámal Júst Ziska Dahl, Símun Andras Andreasen, Knút Olsen, Marianne Clausen, Christian Wahl, Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Tórur á Brúnni, Leif hansen, Benjamin Gaasedal og Tóra Vestergaard.

Konsertin verður 6. november klokkan 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

42 Leygardagur 06. november 2021

Gamla B36-húsið og Framhúsið tikin niður

Hetta húsið, ið var reist í 1963, vóru tvær barakkir, sum høvdu verið brúktar í Mjørkadali, tá NATO-støðin varð bygd har. B36 keypti barakkirnar fyri 11.000 krónur, og flutti tær oman í Gundadal

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

torshavn.fo

Nú gamla B36-húsið og Framhúsið vórðu tikin niður, er kanska eitt gott høvið til at líta aftur í tíðina, aftur í 60'ini. Nágreiniliga til tann 11. mars 1963, tá reisigildið var fyri tá “nýggja” B36-húsinum í Gundadali.

Tann dagin fekk B36 sítt fyrsta veruliga felagshús. Frammanundan hevði fótbóltsfelagið bara havt eitt minni hús, nevniliga tað hvíta húsið sum stóð við síðuna av B36-húsinum. Hetta var tað eldra B36-húsið, tað sum vit rópa Framhúsið í dag. Tað húsið var bygt aftan á 1936, men tá var tað longu alt ov lítið til felagið.

Hetta húsið, ið var reist í 1963, vóru tvær barakkir, sum høvdu verið brúktar í Mjørkadali, tá NATO-støðin varð bygd har. B36 keypti barakkirnar fyri 11.000 krónur, og flutti tær oman í Gundadal. Nærum alt arbeiðið við at flyta barakkirnar oman úr Mjørkadali, og at byggja tær uppaftur, var gjørt av sjálvbodnum kvinnum og monnum.

Fíggjarliga gjørdist hetta eitt tungt tak hjá felagnum, og húsini vórðu nógv útleigað tey næstu árini. Árið eftir at húsið var reist, fekk B36 meira pengar inn fyri útleigu av húsunum, enn fyri fótbóltin.

Tá KÍ var í Havn og spældi landskappingardyst 3. juni 1963, búðu klaksvíkingarnir í B36-húsinum og vóru sostatt fyrstu ”gestir” í nýggju hølunum.

Mong eru tey sum minnast aftur á góðar dagar í gamla B36-húsinum, sum hevur verið karmur um alskyns tiltøk uppi í Havnini. Í húsinum hava verið nógvar veitslur og føðingardagar, og fleiri hava eisini hildið sína brúdleypsveitslu í B36-húsinum.

So hetta er ein nostalgiskur dagur. Fyri summi er tað kanska enntá eitt sindur sorgblítt at gomlu húsini nú vórðu tikin niður. Men hvørt ting hevur sína tíð. Og nú var so dagurin komin, har tað gamla mátti víkja plássið fyri teimum nýggju møguleikunum sum liggja fyri framman í Gundadali.  

Eitt er so tað at tíðin var komin, tí gomlu húsini vóru í so ringum standi. Hin orsøkin til at húsini vórðu tikin niður, er tí Tórshavnar Kommuna hevur ætlanir um at skipa alt økið í niðara enda av Gundadali av nýggjum. Fyrireikað verður ein torgverkætlan, og tosað verður m.a. eisini um at gera spælipláss og aðrar virksemismøguleikar, í einum hugnaligum og vøkrum umhvørvi, sum fer at gagna bæði havnarfólki, og føroyingum flest.

Um enn gomlu húsini eru tikin niður, so hava vit enn minnini og myndirnar. Í so máta er tað eisini hugaligt, at nostalgi og nýggir møguleikar kunnu gerast tvær síður av somu søk í Gundadali.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

43 Leygardagur 06. november 2021

Hakin settur í fyri vindmyllulund í Flatnahaganum

Arbeiðið skal vera liðugt á heysti í 2022. Tær seks vindumyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá Sev - sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

"Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis, og hetta er eitt stórt grønt stig rætta vegin" (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2019 vann Magn útboð um vindorku í Flatnahaga oman fyri Havnina. Tilgongdin hevur verið serstakliga drúgv viðvíkjandi loyvum og kæruviðgerðum, men í dag bleiv spakin loksins settur í, og harvið varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaganum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti týsdagin hakan í til arbeiðið, sum skal verða liðugt næsta heyst.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Talan er um uppseting av seks Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at talan onki minni enn ein stórhending:

- Meðan heimsins leiðarar sita niðri í Glasgow og tosa um grøna orku, so gera vit nakað við tað í praksis. Og hetta er ikki smávegis, um vit hyggja at hvussu roknistykkið lutfalsliga sær út:

- Hesar seks Enercon vindmyllurnar, sum skjótt verða reistar her á staðnum, fara at framleiða tað sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá Sev. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum. Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin, segði borgarstjórin, sum eisini tosaði um strevið við loyum og góða samstarvið.

J&K Petersen fer nú undir at gera fundamentini, komandi summar koma vindmyllurnar upp at standa og í heyst byrjar sjálv framleiðslan. Um gongst eftir vild, so framleiða Magn og LÍV í felag grøna orku inn á elnetið í september 2022. Tórshavnar kommuna er byggimyndugleiki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

44 Leygardagur 06. november 2021

Orkuportalur avloysir oljan.fo

Oljan.fo hevur broytt navn til orkan.fo.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljuportalurin, oljan.fo, hevur nú mong ár umrøtt orku í breiðari merking - við eisini at skriva um annað enn olju og gass. Vit hava t.d. gjørt nógv við at umrøða offshore vindmylnulundir og aðrar alternativar orkukeldur sum t.d. sólorku, sjóvarfalsorku og vetni/hydrogen. Eisini spurningin um fangan, flutning og goymslu av CO2. Vit hava eisini roynt at fylgja almenna orkuorðaskiftinum. Nýggja navnið og búmerkið er ein staðfesting av tí breiðara siktinum við hesum orkuportalinum, soleiðis at vit eftir førimuni umrøða alla orku og orkumál sum heild.

Orka er og verður ein lyklaspurningur í heiminum. Sum er fylla olja, gass og kol nógv í heimsorkuveitingini, men ein broyting sæst nógva staðni, kanska serliga í Evropa, har vindur og aðrar alternativar orkukeldur verða nógv útbygdar í hesum døgum.

Ymsar orkukeldur útiloka tó ikki hvørja aðra. Vit vita, at kolvetni - her kanska serliga gass – fara framhaldandi at verða ein stórur partur av hita- og el-veiting í einum stórum parti av heiminum. Hetta trygga grundarlagið undir orkuveiting kann tryggja orkustabilitet uppá stutt sikt, og so minka líðandi, sohvørt sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Evropa er eitt nú sera tengt at gassi. Hetta merkir, at orkupolitikkur eisini í ein ávísan mun gerst stórpolitikkur. Til dømis klárar Evropa seg ikki uttan russiskt gass í løtuni, og tað hevur avleiðingar við sær, sum man má fyrihalda seg til politiskt og handilsliga.

Orka er so mikið grundleggjandi fyri okkara samfelag og fyri heimssamfelagið, at nóg mikið av orku má veitast so ella so. Ikki at veita orku til tey, ið tørva orku, er ikki ein møguleiki.

Røddir eru frammi um, at man skal kvetta við allar íløgur í fossila orku í stundini. Hetta vildi verið at sagað greinina av, ið man sitir á, áðrenn man hevur fingið riggað seg til nakað nýtt at sita á.

Veturin fyri framman fer at vísa okkum, at hóast mong munagóð framstig hava verið gjørd og framhaldandi verða gjørd í grøna orkuskiftinum, so er sera langt á mál, og mong vildu sitið køld í myrkuri, um ikki kolvetni veitti neyðugu orkuna afturat tí orku, sum nú verður framleidd á burðardyggum grundarlag. Tað er ein spuringur um javnvág/balansu í dag, og tað verður tað nógv ár frameftir.

Tað eru teir báðir frægu føroysku teknararnir Óli Petersen og Hannis Egholm, sum  hava gjørt búmerkið til nýggja orkuportalin á Portal.fo – orkan.fo - og sum vísir ein dropa og eina myllu. 

Vælkomin á orkan.fo

[object Object]
Jan Müller


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

45 Leygardagur 06. november 2021

LÍV ger íløgur í grøna orkuskiftið

Eftirlønarfelagið hjá flestu føroyingum vil vera við í stríðnum fyri at gera heimin grønari og burðardyggari til eftirkomarnar, og tí er ætlanin hjá LÍV at gera íløgur fyri góðar 300 milliónir krónur fram til 2030

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Næstu árini flytur eftirlønarfelagið LÍV seg yvir á eina burðardyggari og grønari leið. Hetta verður gjørt við at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið gjøgnum altjóða samstarv sigur felagið í tíðindaskrivi og heldur fram:

Øll vilja vit lata okkara eftirkomarum heimin í betri standi, enn tá vit tóku við. LÍV vil gera sítt til, at vit fáa ein burðardyggari heim - bæði lokalt og globalt. Tí hevur LÍV sett sær fyri at áhaldandi økja um íløgurnar í grønu og burðardyggu broytingina.

- LÍV hevur longu gjørt íløgur í grøna orkuskiftið bæði í Føroyum og í altjóða verkætlanum, sum eru við til at flyta okkum fram á eina burðardyggari og grønari leið. Vit tosa serliga um íløgur í skiftið frá verandi orkukeldum til grønari og burðardyggari orkukeldur so sum vindorku – bæði á landi og sjógvi – sólorku og gagnýtslu av burturkasti. Eisini hesar íløgur skulu økjast, og tí miðjar LÍV eftir at gera burðardyggar og grønar íløgur upp í tilsamans 330 milliónir krónur fram til 2030.

Limur í CIC
At gera heimin burðardyggari og grønari er eitt alheims mál, og hesum røkka vit best, um vit lyfta í felag. Tí er LÍV vorðið partur av altjóða felagsskapinum, Climate Investment Coalition, sum hevur til endamáls at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið fram til 2030.

- Vit á LÍV fegnast um at vera við í strembanini eftir at venda gongdini á umhvørvisøkinum við at økja um grønu íløgurnar fram til 2030. LÍV fegnast somuleiðis um, at tað kann gerast ígjøgnum ein sterkan, altjóða felagsskap sum CIC, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, sum hevur virkað á føroyska eftirlønarmarknaðinum síðani 1967.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

46 Leygardagur 06. november 2021

Ríki heimurin má stuðla menningarlondum

- í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingunum segði Antonio Guterres á COP26

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Skulu vit megna at vinna á veðurlagsbroytingunum, so má ríkari parturin av heiminum rinda 100 milliardir dollarar um árið í 10 ár til menningarlond til tess at hjálpa teimum at steðga veðurlagsbroytingunum. Hetta segði ST aðalstjórinm Antonio Guterres, tá hann setti COP26 veðurlagsstevnuna í Glasgow mánamorgun.

Hann minti heimsins lond á, hvat tey samtyktu í Paris í 2015, nevniliga at stuðla fátækara partinum av heiminum til tess at fremja broytingar, sum kunnu minka um CO2 útlátið. Tað hevur alt at siga, at henda ætlan verður framd skulu heimsis menningarlond hava álit á okkum segði Guterres.

Hann rósti Kanada og Týskalandi fyri tað arbeiði tey hava gjørt á hesum øki longu. Tað er fyrsta stig, men fleiri mugu traðka til og játta pening hvørt ár. Guterres nevndi eisini covid 19, sum somuleiðis herjar fátæku londini og tí mugu fáa eina hjálpandi hond. Eisini oyggjalond, sum verða fyrst rakt av veðurlagsbroytingunum, eiga at fáa hjálp.

ST-aðalskrivarin gjørdi greitt í síni røðu í Glasgow, at veðurlagskreppan er tað málið, sum flest fólk í heiminum í dag, geva gætur og raðfesta ovast, hvat framtíðini viðvíkur.

- Vit mugu lurta, vit mugu handla og vit mugu velja vísiliga. Vegna hesar sannroyndir  og framtíðar ættarliðum, heiti eg á tykkum: veljið ambitiónir, veljið solidaritet, veljið at verja okkara framtíð og bjarga mannaættini, segði Antonio Guterres, ST-aðalskrivari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

47 Leygardagur 06. november 2021

Lond semjast um at geva kolaorku durafjórðingin

Fleiri lond á COP26 ráðstevnu eru samd um at gevast við kolaorku í 2030 og 2040 og eisini um at gevast at fíggja kolvetnisætlanir sum heild. Oljufeløg ávara um avleiðingarnar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Triði dagurin á COP26 snúði seg fyri tað mesta um fíggingina av orkuframtíðini og her serstakliga av kolvetni og í heila tikið fígging av tiltøkum til tess at minka um veðurlagsbroytingarnar. Í hesum sambandi hava 20 lond m.a. avgjørt at gevast við at fíggja kolvetnisverkætlanir í øðrum londum. 

Tað vóru annars stórtíðindi, tá Kina herfyri boðaði frá, at tað fer at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í øðrum londum. Hóast hetta fer Kina í mong ár aftrat at útbyggja egnu orkuskipanir við nýggjum kolaorkuverkum. 

Semjan, sum er gjørd um kolaorku, sigur, at ríkaru londini skulu gevast heilt við at brúka kol seinast í  2030-árunum, meðan menningarlond fáa longri skotbrá fram til endan av 2040-unum. Henda semja fevnir tó framvegis ikki enn um stór kolabrúkaralond so sum USA, Kina og India.

Støðan við kolinum er vorðin ein tann heilt stóri spurningurin á COP26, nú so mong lond og her ikki minst menningarlond ikki kunnu vera kol fyriuttan í streymframleiðsluni. Eisini at eitt av ríkastu londunum Týskaland  framvegis er nógv bundið at koli og roynir í hesum sambandi at skifta út kolaorku við gassi, sum kortini ikki fær stuðul frá teimum grønu, ið eisini eru ímóti gassorku. Og nú verður so aftur tosað um at brúka kjarnorku, sum Týskaland annars hevur vent bakið. Hetta vísir bara, hvussu fløgt alt orkumálið er og fer at vera í mong ár aftrat.

Eitt er so kol, sum verður mett at vera tað mest dálkandi av øllum orkusløgum.  Nú hevur so spurningurin um at gevast við at fíggja bæði olju og gass eisini verið á dagsskránni samtíðis við, at mótmælisgongur móti kolvetnisfígging hava myndað gøturnar í Glasgow. Roynt verður við hesum at steðga øllum nýggjum útbyggingum av kolvetnisfundum og samtíðis at stegða nýggjari oljuleiting.

Hetta verður so fyrstu ferð, at lond nú eisini taka bæði olju- og gassfígging við í sínar avgerðir. Og her er tað serstakliga ein oljukelda, sum liggur tætt við Føroyar, Cambo, sum verður brúkt sum jarnbrot  og er vorðin ein høvuðsfíggindi hjá umhvørvisrørslunum.

Cambo verður tikið fram sum dømi um, at ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfundum skulu fara fram í hvussu so er í Bretlandi. Avgerðin um Cambo liggur sum er í hondunum á bretsku myndugleikunum. Her hava norðmenn annars eina heilt aðra støðu, tí har skulu bæði útbyggingar og nýggj leiting eftir kolvetnum fara fram komandi árini m.a. við tí í huga at stuðla upp undir grøna orkuskiftið.  

Umboð fyri kolvetnisfyritøkur hava annars ávarað um avleiðingarnar, um allur fíggjarheimurin ger álvara av  at gevast við at fíggja tað virksemi, sum hesar fyritøkur standa fyri og sum tær halda vera ein avgerandi fyritreyt fyri at kunna tosa um grøna orkuskiftið. Tað eru m.a. royndir, vitan, fígging og tøknilig framstig hjá oljufeløgunum, sum hava ein týðandi leiklut í royndunum  til tess at fremja grøna skiftið og harvið í stríðnum móti veðurlagsbroytingum siga umboð fyri oljufeløgini.

Um somu tíð sum meira enn 100 ríkisleiðarar og túsundtals umboð fyri meira enn 200 lond kjakast í Glasgow við m.a. tí fyri eygað at steðga eitt nú íløgum í fossila orku, so verður staðfest, at heimurin hevur brúk fyri hesi í mong ár aftrat, og tí ber ikki til at kvetta á stokkinum, sum eitt nú forsætisráðharrin á Barbados orðar seg.

Hon segði við CNN hósmorgunin, at sjálvandi er kósin at gerast óheft at fossilari orku, men hetta gerst ikki eftir einum degi. -Tað er betri at liva við ringari orku enn als ongari, segði hon m.a. við amerikonsku sjónvarpsrásina og sipaði við hesum til tann veruleika, at broytingin til grøna skiftið er bæði trupul og torgreið, og tí má varsemi og skilvísi ráða og tí mugu ikki takast ov skjótar og  víðgongdar avgerðir, sum kunnu seta fót fyri eitt nú fátækum londum.

Tað verður av viðmerkjarum á COP26 eisini víst á, at tað er eitt paradox, tá amerikanski forsetin heitir á Opec og Russland um at vaksa um olju- og gassframleiðslu, tá tað um somu tíð verður lagt upp til at steðga allari fígging av nettupp olju og gassi. Tosað verður í krókunum í Glasgow um, at ein komandi oljuprísur uppá 120 dollarar fyri tunnuna ikki er ómøguligur. Tí koma ikki nýggjar olju- og gassgoymslur til av avloysa tær, sum eru við at tømast, tá verður ikki nokk til at nøkta eftirspurningin við tí avleiðing, at vit fáa ein alt ov høgan olju- og gassprís við eftirfylgjandi orkukreppum eins og hetta fer at steðga búskaparvøkstrinum, sum vónir annars hava verið settar til eftir at korona ger minni um seg. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

48 Leygardagur 06. november 2021

COP26: Semja um at gevast at oyða skógirnar

Í dag fara umleið 100 lond á COP26 veðurlagsráðstevnuni at samtykkja avtalu ímóti avskóging kring heimin.

Nú skulu heimsins skógir fáa frið, og ikki verða oyddir til tess at geva rúm fyri landbúnaði siga fleiri enn 100 lond á COP26
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt av málunum, sum hevur høga raðfesting á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, er at steðga herviligu avkógingini, ið fer fram mest sum um allan heimin.

Nú hava fleiri enn 100 lond, sum umboða 85 prosent av skóginum í heiminum, avtalað at seta í verk bann móti oyðing av heimsins skógum. Tað fer at fáa stóran týdning fyri arbeiði at steðga veðurlagsbroytingunum. Millum londini, sum hava skrivað undir avtaluna eru USA, Kina og Brasil.

Í dag hvørva stórir partar av skógum kring heimin, tí skógarøkini ístaðin skulu brúkast til landbúnað. Hetta ger seg ikki minst galdandi í Amazon økinum í Brasil. Í avtaluni verður eisini miðjað móti at planta nýggj trøð kring heimin. Ein grunnur við 19 milliardum dollarum skal vera við til at fíggja avskógingina.

Tað eru tó ikki øll, sum eru so bjartskygd um nýggja sáttmálan, tí longu í 2014 var avgerð tikin um júst tað sama, og enn er tann avtalan ikki  í sett í verk. At fella trøð hevur við sær stóra øking í CO2 útlátinum, tí júst skógirnar eru við til at fanga og goyma vakstrarhúsgassir, so hesi ikki sleppa út í atmosferuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

49 Leygardagur 06. november 2021

Biden heitir á Opec um at økja oljuframleiðslu

Soleiðis at brúkararnir m.a. í USA kunnu fylla tangarnar til tess at koma til og frá arbeiði

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Amerikanski forsetin Joe Biden fanst sunnudagin at Russlandi og Saudi-Arabia fyri ikki at hava gjørt nóg mikið til tess at bøta um verandi orkukreppu. Eitt nú hevur Russland noktað fyri at koyra meira gass á marknaðin, fyrr enn Týskaland góðkennir Nord Stream2 gasskaðalin úr Russlandi til Evropa. Herfyri heitti Biden á Opec um at økja um oljuframleiðsluna aftur. Biden vildi kortini ikki siga, hvat hann ætlar at gera, um Opec londini ikki økja um framleiðsluna, skrivar Bloomberg.

- Tað kann ikki vera rætt, at hesin stóri oljufelagsskapurin ikki vil taka meira olju upp, tá fólk ikki hava nóg mikið av bensini til at koma til og frá arbeiði segði Biden.

Biden vildi ikki svara spurninginum, um hvat USA kann gera, um Opec ikki vil lurta eftir áheitanini. Ein umboðsmaður fyri Biden segði, at USA vónar at síggja eina økta framleiðslu uppá stytri sikt, men at landið stendur við síni langsiktaðu mál um at halda fram við grøna orkuskiftinum til varandi orkukeldur.

Biden hevur eins og aðrir statsleiðarar tann trupulleika, at meðan veðurlagsbroytingarnar seta síni krøv til heimsins lond, so skal hann eisini fylgja við, hvat vanligi veljarin heima heldur og hvussu orkukreppur rakar hann. Í morgin fer amerikanska kongressin at atkvøða um íløgur í veðurlagslóg, men enn er ógreitt, um meiriluti fæst fyri hesum. Tað vil í so máta vera eitt bakkast fyri ikki bert Biden men eisini fyri COP26.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

50 Leygardagur 06. november 2021

Opec vil ikki ganga USA á møti 

Londini í Opec+ avgjørdu á fundi hósdagin at varðveita verandi oljupolitikk, sum er stigvíst at økja um framleiðsluna og ikki sum Biden forseti ynskir: At økja munandi um framleiðsluna beinanvegin fyri at steðga methøgu bensinprísunum í USA

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

OPEC+ londini gjørdu hósdagin av ikki at ganga áheitan frá amerikanska forsetanum Joe Biden á møti, um at økja um framleiðsluna av olju. Áheitanin kemur eftir, at prísirnir á bensini hjá m.a. bilførarum í USA eru vornir methøgir. Bara ein øking av framleiðsluni hjá heimsins størstu oljuframleiðarum kann steðga hesi gongdini metir Biden.

Á fundinum hósdagin gjørdu londini í Opec av at halda seg til verandi avtalu um framhaldandi skerjing av framleiðsluni, men við møguleikanum fyri at økja um framleiðsluna við eini minni nøgd hvønn mánað skrivar Bloomberg sambært World Oil.

Samtykt varð at økja framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin í desember. Tann økingin er tó ov lítið til at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin og stuðla undir búskaparvøksturin eftir ringastu koronaavleiðingarnar. USA ynskir, at OPEC økir framleiðsluna tvífalt so nógv. 

Roknað verður við, at avgerðin kann fáa avleiðingar fyri samstarvið millum USA og Opec, har USA hevur møguleikan fyri at svarað aftur við at lata upp fyri stóru oljugoymslunum fyri harvið at fáa prísin at lækka. 

Hvat hendir komandi vikurnar fer at hava stórar avleiðingar fyri altjóða búskapin, sum longu stríðist við høgar orkuprísir. Og eisini fyri amerikanska forsetan, sum stríðist við at vinna aftur undirtøku í heimlandinum. Eisini verður gitt, at henda gongdin kann vera við til at skaða viðurskiftini millum USA og Saudi Arabia, sum er mest týðandi samstarvslandið hjá USA í Miðeystri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

51 Leygardagur 06. november 2021

Danmark letur 100 milliónir til stríðið móti koli

Kol og kolaorka halda fram við at fylla nógv á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í hesum døgum. Nú vil Danmark eisini vera við

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í vikuni tóku 40 lond á COP26 avgerð um so líðandi fram til 2050 at steðga nýtsluni av koli í orkuskipanum. Kortini eru størstu brúkararnir av koli, Kina, India og USA ikki partur av hesum.

Um somu tíð hava fleiri lond eisini gjørt av at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í útlondum eins og steðga  fígging av olju- og gassverkætlanum.

Nú vil Danmark eisini hava ein leiklut í hesum og hevur gjørt av at seta av 100 milliónir krónur til lond, sum í dag eru bundin at koli í sínum orkuframleiðslum. Kol er í dag tann einstaka orkukeldan, sum stendur fyri størsta partinum av CO2 útlátinum við umleið 37 prosentum. Á COP26 hava lond gjørt greitt, at tey vilja stuðla serstakliga menningarlondum at skifta frá koli til varandi orkukeldur, skrivar Ritzau sambært EnergiWatch. 

- Við hesum pengunum vilja vit vera við til at stongja kolaorkuverk og samtíðis stuðla menning av varandi orkuveiting, sum kann avloysa kol sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod. Hann luttekur á COP26 í Glasgow.

Peningurin, sum kemur á donsku fíggjarlógina fyri 2022, skal brúkast í Suðurafrika, India, Indonesia og Philipsoyggjunum. Danski ráðharrin skuldi í gjár hitta orkuráðharran í Indonesia, sum er størsti útflytari av koli í heiminum umframt at vera stórbrúkari av koli í síni orkuskipan. 

Kofod viðgongur tó, at lond sum Kina, ið stendur fyri mesta útlátinum hjá einum landi, fer at økja um sína kolanýtslu fyri at nøkta eftirspurningin eftir streymi. Landið ætlar sær eisini at byggja nýggj kolaorkuverk komandi árini. Kina hevur annars boðað frá, at tað fer at vera CO2 neutralt í 2070.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

52 Leygardagur 06. november 2021

Fyrireika gassútbygging eystan fyri Føroyar

Talan er um at útbyggja gasskelduna Glendronach, millum Hetland og Føroyar.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fleiri útbyggingar av olju- og gassfundum eystan fyri Føroyar eru á tekniborðinum, og onkrar eru klárar til at fara av bakkastokki. Ein teirra er gasskeldan Glendronach, sum franska fyritøkan TotalEnergies stendur fyri og fann í 2018.

Nú boðar felagið frá, at tað í næsta mánað fer at bjóða út fyrstu uppgávurnar til komandi útbyggingina og aðrar í komandi ári.

[object Object]Gassverksmiðjan í Sullom Voe, sum tekur ímóti gassinum frá økinum millum Hetland og Føroyar

Glendronach liggur í einum gassframleiðsluøki millum Hetland og Føroyar, sum var tað fyrsta, ið miðvíst fór undir at taka upp gass úr undirgrundini og flyta tað til eina gassverksmiðju á Sullom Voe terminalinum í Hetlandi.

Frammanundan eru fýra gasskeldur útbygdar og eru partur av sama undirstøðukervi við gassleiðingum til Sullom Voe. Hesar eru Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Og so kemur Glendronach aftrat við sínum umleið 175 mió. tunnum. Keldan var upprunaliga mett sum eitt tað størsta fundið sum heild vestan fyri Hetland í mong ár men seinni skuldi tað vísa seg, at 40 prosent minni nøgd var í goymsluni. Kortini verður hon mett at vera lønandi, nú hon kann bindast í verandi gassleiðing. Umframt Total við 60 prosentum eru eisini feløgini Viaro Energy og Ineos partur av verkætlanini við hvør sínum 20 prosentum.

Hóast umrøddu fyrireikingar, so hevur franska fyritøkan enn ikki tikið endaliga avgerð um útbyggingina, tí enn eru viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss fyrst.

[object Object]Tær fýra gasskeldurnar vestan fyri Hetland.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

53 Leygardagur 06. november 2021

Longboat Energy funnið olju í Norskahavinum

Nýggja orkufelagið Longboat Energy við fyrrverandi leiðsluni í Faroe Petroleum og Graham Stewart á odda, hevur gjørt eitt oljufund í Norskahavinum saman við Equinor

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um millum 19 og 62 milliónir tunnur av lættari olju í kanningarbrunninum Egyptian Vulture.

Kristin Wrestvik,  stjóri fyri leiting og framleiðslu í Norskahavinum hjá Equinor sigur, at ætlanin  hjá Equinor er at broyta landgrunnin frá einum olju og gasslandsluti til ein breiðan orkulandslut, sum skal tryggja virðisøking frá hesi leiðini komandi 10 árini.

Leitivirksemið fer at vera raðfest høgt í hesum økinum sigur hon. Men í høvuðsheitum fer virðisøkingin at stava frá verandi framleiðsluøkjum við tilknýti til nýggj fund nær verandi undirstøðukervi. Hetta er annars sætta fundið, sum Equinor hevur gjørt á norska landgrunninum í ár.

Longboat Energy, sum er partur av brunninum hjá Equinor, gjørdi enn eitt fund fyri tveimum vikum síðani á Rodhette leiðini.

Stjórin í felagnum, Helge Hammer, sigur, at tey eru sera nøgd við boriúrslitini higartil. Hesir báðir fyrstu brunnarnir hjá felagnum eru partur av ein størri boriætlan uppá sjey leitibrunnar á norska landgrunninum. Í løtuni er felagið við í enn eini boring á Mugnetind leiðini saman við Aker BP. Fjórði brunnurin Ginny/Hermine skal borast seinast í hesum árinum.

[object Object]  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

54 Leygardagur 06. november 2021

Oljan aftur omanfyri 100 milliónir tunnur um dagin

Eftirspurningurin eftir olju og gassi í kjalarvørrinum á korona er av álvara farin at vaksa aftur og er nú 100 mió. tunnur um dagin og harvið á sama støði sum undan korona

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum stjórnarleiðarar úr flest øllum londum hava tingast og kjakast um heimsins orku- og veðurlagsframtíð, so vísa nýggjastu hagtølini frá BP, at altjóða framleiðslan og nýtslan av olju aftur er økt til 100 milliónur tunnur um dagin. Harvið er minkingin í framleiðsluni vegna korona aftur rokkin upp á eitt støði undan korona í 2019.

Hetta hendir um somu tíð, sum roynt verður at minka um CO2 útlátið frá eitt nú kolvetnisframleiðslu.

Gongdiní heiminum  er við til at hækka prísirnar á fossilu brennievnunum og harvið við til at forða heimsbúskapinum at koma fyri seg aftur eftir koronasóttina. Framleiðslan er økt munandi, eisini  hóast flogferðslan, sum er stórur brúkari av bensini, enn ikki er komin heilt fyri seg.

Nú veturin nærkast og flogferðslan økist aftur fer tað at merkja, at nýtslan fer at gerast methøg longu tíðliga í 2022 sigur ein greinari hjá Goldman Sachs sambært World Oil. 

Økti eftirspurningurin eftir olju og gassi, sum hevur fingið prisirnar at hækka við 60 prosentum í ár og til tað hægsta í sjey ár, er eisini grundarlagið undir sera góðu úrslitunum hjá olju- og gassfeløgunum, har fleiri teirra ongantíð áður hava havt so stór yvirskot. Um sama mundið gera alsamt fleiri oljufeløg greitt, at góðu úrslitini skulu m.a. brúkast til at halda lív í og menna grøna skiftið. Tey eru ein av fortreytunum fyri, at heimurin kann koma longur á leið við grøna orkuskiftinum siga tey. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

55 Leygardagur 06. november 2021

Eurovision savn letur upp í Húsavík

Íslendska bygdin gjørdist heimskend sum staðsetingin í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", og teir mongu Eurovision-fjeppararnar, sum leita sær til Húsavíkar, skulu hava okkurt at uppliva, sigur Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari

(Mynd: Eurovision.tv)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hendan mánaðin lat eitt nýtt savn upp í íslendsku bygdini Húsavík. Talan er um eitt Eurovision savn við einari framsýning, sum heiðrar íslendsku luttøkuna í altjóða Eurovision sangkappingini.

Á savninum síggjast lutir og klæðir hjá mongu luttakarunum gjøgnum árini.

Og tað er ikki av tilvild, at savnið er staðsett í Húsavík. Bygdin gjørdist heimskend sum heimstaðurin hjá bólkinum "Fire Saga" í Netflix-filminum "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga", sum varð givin út á sumri í 2020.

[object Object]
Will Ferrell og Rachel McAdams í høvuðsleiklutunum í "Eurovision Song Contest: The Story of Fire Saga"

Örlygur Hnefill Örlygsson, savnsleiðari, sigur m.a. soleiðis við heimasíðuna Eurovision.tv:

– Vit kenna okkum sera heppin og takksom fyri, at filmurin gekk fyri seg í okkara lítlu bygd.

– Vit vita, at nógvir Eurovision fjepparar ynskja at vitja Húsavík eftir at hava sæð filmin, og vit hildu tað vera umráðandi at hava okkurt at gera vitjan teirra til eina uppliving.

Savnið letur formliga upp komandi ár, tá savnið verður víðkað við tveimum framsýningum afturat, sum m.a. snýgva seg um Eurovision-filmin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2021

56 Leygardagur 06. november 2021

USA: Koppingarevni hjá Pfizer góðkent til børn millum 5 og 11 ár

Hetta merkir, at 28 milliónir amerikonsk børn kunnu verða koppsett fyri koronu

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanska heilivágsstýrið, FDA, hevur nú góðkent koronukoppingarevnið hjá Pfizer til børn millum 5 og 11 ár, og fyrstu børnini í hesum aldursbólkinum væntaðust longu at verða koppsett í hesi vikuni.

Sambært Ritzau kunnu 28 milliónir amerikonsk børn sostatt verða koppsett fyri koronu.

Í undanfarnu viku segði FDA, at koppingarevnið hjá Pfizer hevur víst seg at rigga væl hjá børnum í hesum aldursbólkinum, og at stovnurin ikki hevði funnið nøkur óvæntað hjáárin við at koppseta børn.

Hetta var stutt eftir, at Pfizer hevði boðað frá, at koppsetingin gav teimum yngru børnunum umleið 91 prosent verju móti koronu.

Skamtarnir, sum fara at verða brúkt til børn, eru tó ikki eins stórir og teir, sum tey vaksnu fáa.

Hvítu Húsini upplýstu herfyri, at USA longu hevði nóg mikið av koppingarevni til at koppseta børn millum fimm og 11 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

57 Leygardagur 06. november 2021

Gullkrónurnar handaðar í Sarpugerði

Víkingur vildi ikki geva seg, og javnaði í evstu løtu, sum helst legði ein dempara á FM-veitsluna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klaksvíkingar fóru leygardagin til Norðragøtu at spæla seinasta dystin í ár, og at taka ímóti steypinum.

Í steðginum var javnt, men tíðliga í seinna hálvleiki legði liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen KÍ á odda. Tað leikaði javnt á, og kanska serliga FM-vinnararnir høvdu nógvar góðar møguleikarm, men tað endaði við at vera heimaliðið sum skoraði.

Martin Klein Joensen legði ein dempara á FM-veitsluna tá hann beint fyri leiklok javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Tað broytti tó einki. KÍ fekk gull um hálsin og kundi lyfta steypið upp í loft.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

58 Leygardagur 06. november 2021

B36 vann týdningarmikil stig í stríðnum um evropamilliónir

Við 2-0 tapi ímóti B36 hóskvøldið misti Víkingur silvurkrónurnar til HB

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Víkingur hevur stóran part av kappingarárinum ligið á øðrum plássið, men í allar síðsta dystinum á árinum - einum útsettum dysti - har ein sigur var eitt krav fyri at varðveita  annaðplássið, eydnaðist tað ikki at halda fast.

B36 sum hevur fjórða plássið og evropamilliónirnar at spæla fyri, legði nógv fyri í dystinum á Tórsvølli hóskvøldið, sum varð leiktur uttan áskoðarar.

Heimaliðið var ágangandi, og skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki. Tað var mál frá Hannesi Agnarssyni í 23. minutti, og eitt frá Magnusi Jacobsen tá 29 minuttir vóru leiktir.

Fleiri mál komu ikki í dystinum og B36 vann 2-0, og hálaði seg upp á fjórða plássi við 45 stigum. Í hølunum er NSÍ við 44 stigum. Hesi bæði liðini, NSÍ og B36, hittast í seinasta dystinum í landskappingini við Løkin í Runavík sunnudagin.

Tá veður avgjørt hvør fer avstað við fjórða plássinum og evropamilliónunum. Eingir áskoðarar sleppa til dystin.

Víkingur fekk á Tórsvølli bronsu um hálsin, og HB vinnur sostatt silvur í ár. Júst nær HB-liðið fær heiðursmerki um hálsin er ikki kunngjørt enn.

B36 - Víkingur 2-0 (2-0)
23' Hannes Agnarsson 1-0
29' Magnus Holm Jacobsen 2-0

Stigatalvan í Betri deildini

1. KÍ 72 stig (27 dystir)
2. HB 61 stig (27 dystir)
3. Víkingur 60 stig (27 dystir)
4. B36 45 stig (26 dystir)
5. NSÍ 45 stig (26 dystir)
6. 07 Vestur 28 stig (27 dystir)
7. EB/Streymur 25 stig (27 dystir)
8. B68 25 stig (27 dystir)
9. ÍF 16 stig (27 dystir)
10. TB 3 stig (27 dystir)

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

59 Leygardagur 06. november 2021

Skaðar og korona raka landsliðshópin - tríggir út og fýra inn

Ári Mohr Jónsson, ið veruliga gjørdi um seg í seinastu landsdystunum, er skaddur og bakkarnir Jóannes Danielsen og Daniel Johansen hava korona. Bjarni Petersen, Heri Hjalt Mohr, Hannes Agnarsson og Meinhard Egilsson Olsen eru boðsendir

Ari Mohr Jónsson (longst til vinstru) er so mikið darvaður av skaða, at hann ikki fær verið við hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Longu tá landsliðið varð kunngjørt, var greitt, at nakað av skaðatrupulleikunum. Fyrsta valið á høgra bakki/vongbakki seinastu fýra árini, Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur spælt allar undankappingardystirnar í ár, er skaddur í lærkikanum, og Heini Vatnsdal, sum í løtuni tykist at vera fyrsti eykamaður hjá Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni, er darvaður av knænum.

Í vikuni hava tveir av bakkunum, ið vórðu úttiknir, fingið staðfest korona. Týsdagin skrivaði in.fo um vinstra bakkin Daniel Johansen úr HB, og dagin eftir bar sama heimasíðan, eins og Norðlýsið tíðindini um smittaða høgra bakkin úr Klaksvík Jóannes Kalsø Danielsen. Føroyameistarin hevði helst fingið møguleikan í í hvussu er einum av dystunum hesaferð.

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen sleppur heldur ikki hesuferð at spæla landsdyst...

[object Object]
Tað ger Daniel Johansen heldur ikki - hann fekk eina góða debut móti Moldova í september, tá Føroyar vunnu 2-1 (Myndir: Sverri Egholm)

Nú hevur enn ein leikari, sum fyrst og fremst er bakkur/vongbakkur, men sum hesaferð varð úttikin sum vongur, verið noyddur at geva avboð. 27-ára gamli Ári Mohr Jónsson sá eftir avrikini á vinstra kanti í dystunum móti Eysturríki og Skotlandi seinast út til at vera í gongd við eitt slag av gjøgnumbrotið á landsliðnum og hevði so at siga óivað verið fyrsta val á plássinum hesuferð.

Ístaðin er leikarin, sum røkti plássið fram til tað, ein av teimum úttiknu. Skaðar løgdu Meinhard Egilssyndi Olsen meinbogar í vegin seinast, men Bryne-leikarin er komin fyri seg og hevur spælt dystir seinastu vikuna, og hann er nú til reiðar at koma við landsliðnum aftur.

Ein annar møguleiki til vongpláss er Hannes Agnarsson, sum aftur er úttikin sum avloysari eftir avboð. 22-ára gamli B36 leikarin skoraði eitt framúr gott mál móti Víkingi hóskvøldið og fekk sín fyrsta landsdyst móti Eysturríki í oktober. Liðfelagið hansara úr B36, Bjarni Petersen, hevur nú eisini fingið A-landsliðsboð. Tað gjørdi verjuleikarin fyri fyrstu til venjingardystirnar í juni, har hann ikki kom á vøllin.

Ikki óvæntað hevur Heri Hjalt Mohr eisini fingið boð um at koma við til Danmarkar og Ísraels, nú Gilli og Jóannes ikki eru tøkir. René Shaki Joensen er hin leikarin í hópinum, sum av álvara er í spæl til plássið á høgra bakki.

Føroyska ferðalagið fer mánadagin til Svøríkis, har tríggjar venjingar verða á skránni, áðrenn vant verður í Parkini hósdagin, har dystur eisini verður fríggjakvøldið

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Odmar Færø, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Bartal Wardum, HB 
René Shaki Joensen, HB
Heðin Hansen, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Bjarni Petersen, B36

Miðvallarar: 
Hallur Hansson Vejle BK (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ) *
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannes Agnarsson, B36
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne (NOR)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, Lyngby (DK)


*Leikbann til fyrra dystin - móti Danmark í Parkini

Nýggir í hópinum í mun til uppruna úttøkuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

60 Leygardagur 06. november 2021

Hjulmand hevur úttikið hópin

Nakrir álopskendir profilar frá EM-endaspælinum mangla, men danska liðið, ið tekur ímóti Føroyum fríggjadagin 12. november, er á pappírinum krútsterkt - danir hava fult stigatal ú undankappingini, hava einki mál latið inn og skulu spæla endaspæl um eitt ár

Kasper Hjulmand á tíðindafundi á Tórsvølli fyri tveimum mánaðum síðani. Danski landsliðsvenjarin hevur kunngjørt hópin til HM-undankappingardystirnar móti Føroyum og Skotlandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um tíggju dagar bresta Danmark og Føroyar saman í Parkini í næstseinasta umfari í HM-undankappingarbólki F hjá UEFA.

Tá liðini hittust á Tórsvølli 4. september vóru Føroyar ógvuliga nær við at skelka fótbóltsheimin. Tá ein tími varð leiktur høvdu okkara ein stóran tvífaldan málmøguleika, og málið hjá Teiti Gestssyni varð hildið reint í 84 minuttir.

[object Object]
Kasper Schmeichel helt málið reint á Tórsvølli, men tað var um reppið, at tað ikki eydnaðist. Meinhard Egilsson Olsen verður møguleika við í føroyska hópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað er ikki eydnast nøkrum at fáa stig frá Danmark í teimum fyrstu átta umførunum - ei heldur at skora nakað mál móti Kasper Schmeichel. Føroyar fáa ein møguleika aftur í komadi viku.

Í vikuni tók Kasper Hjulmand út danska hópin til seinasta heimadystin og dystin í Skotlandi, har "arbeiði skal gerast liðugt"

Danski hópurin

Málverjar: 
Kasper Schmeichel (Leicester)
Frederik Rønnow (Union Berlin)
Peter Vindahl Jensen (AZ Alkmaar)

Miðverjar: 
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Leicester)
Joachim Andersen (Crystal Palace)

Bakkar/Vongbakkar: 
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Daniel Wass (Valencia)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Ramus Nissen (Salzburg)

Miðvallarar: 
Pierre-Emile Højbjerg (Tottenham)
Thomas Delaney (Dortmund)
Christian Nørgaard (Brentford)
Mathias Jensen (Brentford)
Jens Jønsson (Cádiz)

Áleyparar og kantar: 
Yussuf Yurary Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Jonas Wind (FCK)
Mohamed Daramy (Ajax)
Andreas Cornelius (Trabzonspor)
Robert Skov (Hoffenheim)
Jacob Bruun Larsen (Hoffenheim)

Stórar broytingar eru ikki, í mun til hvussu hópurin hevur sæð út í heyst og til EM-endaspælið í summar. Tó manglar skaddi Martin Braithwaite framvegis, og Mikkel Damsgaard og Kasper Dolberg eru ikki við vegna ávíkavist skaða/sjúku og av persónligum ávum.

Hetta avmakrar Danmark nakað í álopspartinum, tó at nógvir heilt dugnaligir leikarar framvegis eru tøkir, og nógv góðska er á øllum plássum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

61 Leygardagur 06. november 2021

Gilli spælir ikki aftur í ár

Lærkrikin hevur plágað landsliðsleikaran seinastu mánaðirnar. Hann sigur við Portalin, at mest sannlíkt er ein skurðviðgerð neyðug

Gilli Rólantsson, her í dystinum móti Eysturríki 9. oktober (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HM-undankappingardysturin á Tórsvølli 12.oktober millum Føroyar og Skotland var A-landsdystur nummar 50 hjá Gilla Rólantssyni Sørensen. 

29-ára gamli tvøramaðurin skrivar í uppslagi á sosialu miðlunum, Facebook og Instagram, at hann er sera errin av at hava spælt so nógvar dystir fyri land sítt. 

Samstundis harmast Gilli. Skjóti bakkurin/vongbakkurin hevur runnið sínari seinastu metrar í einum kappingardysti í hesum árinum. Hann boðar í uppslagnum frá, at lærkrikin hevur plágað hann illa seinastu mánaðirnar, og at nú gongur tað ikki longur.

Í viðmerking við Portalin sigur royndi landsliðsleikarin, ið til dagliga spælir fyri Odds BK í Noregi, at hann mest sannlíkt skal undir skurð í næstum fyri at koma trupulleikanum til lívs. Eftir skurðviðgerðina tekur tað umleið seks vikur, til leikari er 100 prosent til reiðar aftur, og í øllum førum er greitt, at Gilli Rólantsson ikki spælur aftur fyrrenn í 2022.

[object Object]

Skaðin merkir, at Gilli ikki varð úttikin til seinastu HM-undankappingardystirnar á hesum sinni, ið verða leiktir í Danmark og Ísrael, ávíkavist 12. og 15. november.

Fimm umfør eru eftir í bestu norsku deildini - ta seinasta er 12. desember. Odds hevur átta stig niður til 14. plássið, ið ger at man skal í upp- og niðurflytingardyst, og níggju stig niður til gamla felagið hjá Gilla, Brann Bergen, sum liggur til beinleiðis niðurflyting.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

62 Leygardagur 06. november 2021

U21-hópurin móti Serbia úttikin

U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Serbia, sum verður fríggjadagin 12. november

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Komandi vikuna skal føroyska U21-landsliðið í fótbólti á vøllin aftur, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Serbia er á skránni, ið samstundis er seinasta dysturin hjá U21-landsliðnum í ár.

Mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, og tá setti venjarin, Sámal Erik Hentze, navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til komandi landsdyst.

[object Object]Sámal Erik Hentze á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarki Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Áki Johannesen, B68 Toftir
Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir
Símun Sólheim, EB/Streymur
Jóhan Reneson Thomsen, TB Tvøroyri
Lukas Giessing, HB Tórshavn
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík
Steffan A. Løkin, B68 Toftir

Undan dystinum móti serbum eru Føroyar nummar trý í bólkinum við 5 stigum, ið eru vunnin við sigri á Armenia, og javnleikum móti Fraklandi og Norðurmakedonia.

Serbia er á 5. plássi við 4 stigum, ið øll eru vunnin á útivølli. Serbar hava tapt heima móti Ukraina og Fraklandi, og hava síðan spælt javnt og vunnið á útivølli móti ávikavist Norðurmakedonia og Armenia.

--

Eftir úttøkuna hevur Sámal Erik Hentze fingið avboð frá tveimum av úttiknu leikarunum.

Andrass Johansen úr B36 og Steffan Løkin úr B68 hava smávegis skaðar at dragast við, og meta seg tískil ikki førar fyri at spæla landsdyst í næstum.

Í staðin hevur venjarin úttikið Jóhann Hansson Joensen úr EB/Streymi og Andreas Thomsen úr B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

63 Leygardagur 06. november 2021

NSÍ og HB í steypafinaluni fyri kvinnur

Seinnu hálvfinalurnar vórðu leiktar leygardagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vera kvinnuliðini hjá NSÍ og HB, sum spæla steypafinalu á Tórsvølli tann 13. november.

Hetta er greitt eftir úrslitini í seinnu hálvfinalunum, sum vórðu leiktar leygardagin. Í fyrru hálvfinaluni millum NSÍ og B36 lótu runavíkskvinnur ongan iva vera, og vunnu 5-0. Tí var eingin veruligur spenningur til seinna dystin.

NSÍ vann seinnu hálvfinaluna 3-0, og silvurvinnararnir í landskappingini eru sostatt klárir til eitt brak av einari steypafinalu um eina viku.

Móstøðuliðið verður HB. Fyrra hálvfinalan millum 07 Vestur og HB endaði javnt 1-1, og tí var alt víðopið til seinnu hálvfinaluna. HB hevði tó munin og vann 2-0.

HB - 07 Vestur 2-0 (1-0) Samlað 3-1
12' Rúna Jacobsen 1-0
78' Rúna Jacobsen 2-0

B36 - NSÍ 0-3 (0-2) Samlað 0-8
8' Heidi Sevdal 0-1
11' Heidi Sevdal 0-2
61' Heidi Sevdal 0-3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

64 Leygardagur 06. november 2021

Kvinnurnar í Suðuroy millum tær bestu næsta ár

Tvey lið løgdust aftur at bestu kvinnudeildini í ár, og næsta kappingarár verður enn ein nýggjur avbjóðari, tá TB/FCS/Royn flytur upp

(Mynd: Tvøroyar Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm lið í 2019, seks lið í 2020, átta lið í 2021 og níggju lið í 2022.

FSF hevur í langtíðarætlan sett sær fyri at fáa fleiri kvinnur á vøllin, men tað legst longu so smátt afturat við liðum, sum ynskja at bjóða seg fram í fremstu deildini.

Felagsliðið kvinnuliðið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, boðaði í gjárkvøldið frá, at liðið næsta ár fer at royna seg í Betri deildini. Tær vunnu í ár silvurheiðursmerki í 1. deild.

Í fjør komu tvey nýggj lið eisini upp í bestu deildina at spæla, tá vágakvinnur og felagsliðið hjá argjafólki og sandoyingum fluttu upp.

Liðini í Betri deildini kvinnur 2021

NSÍ
EBS/Skála
Víkingur
HB
B36
07 Vestur
AB/B71


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

65 Leygardagur 06. november 2021

Á Eiðinum hava tey hyggjarar um allan heimin

Tilsamans 71.484 fólk hava fylgt við tá FC Suðuroy TV við Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm hevur sent beinleiðis av Eiðinum í Vági

(Mynd: FC Suðuroy)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast tey í FC Suðuroy eru í tí keðiligu støðu at besta mansliðið næsta ár spælir í triðbestu deildini, so kunnu tey fegnast um allar hyggjararnar sum hava verið á FC Suðuroy TV í ár.

Tað eru teir báðir Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm sum hava verið frásøgumenn.

Á Facebook hevur Dennis Holm gjørt støðuna upp, og talan er um eina væl umtókta sending.

- FC Suðuroy TV hevur higartil í 2021 rokkið út til tilsamans 71.484 fólk, harav 17.490 fólk hava valt at fara inn á rásina og hyggja eftir fótbólti av Eiðinum í ár – og hava hesi higartil í 2021 hugt eftir fótbólti á FC Suðuroy TV í tilsamans 3.320 tímar, skrivar Dennis Holm.

- Fólk úr 15 londum kring heimin hava umvegis Youtube rásina FC Suðuroy TV fylgt við fótbólti av Eiðinum í Vági í ár. Tey flestu, umleið 2/3 eru hyggjarar í Føroyum, men harumframt hava hyggjarar verið úr Danmark, Norra, Íslandi og Stóra Bretlandi – og úr Spania, USA og Serbia, umframt at nakrir hyggjarar eisini hava verið úr Avstralia, Arabisku Emiratunum, Týsklandi, Fraklandi, Indonesien, Singapor og Burma.

- Talan er serliga um hyggjarar í aldursbólkunum frá 18 til 54 ár – og tað eru serliga menn (fleiri enn 85%), sum hava hugt eftir fótbólti á FC Suðuroy TV av Eiðinum í ár. Dysturin millum FC Suðuroy og Skála 1. apríl 2021 hevði størst vitjunartal kappingarárið 2021 (1.645 vitjandi), skrivar Dennis Holm.

Sagt verður, at tað eisini er ætlanin at senda beinleiðis av Eiðinum næsta kappingarár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2021

66 Leygardagur 06. november 2021

Føroysku U18-menninir settu norðmenn upp á pláss

Eitt skifti vóru okkara menn á odda 20-11 ímóti norðmonnum. Úrslitið gjørdist 28-25 til Føroyar

(Mynd: Hondbóltssambandið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U18-menninir vunnu hóskvøldið trygt 28-25 á Noreg í Høllini á Hálsi. Hálvleiksstøðan var 17-10 til Føroyar.

Hetta er fyrsti landsdystur hjá U18-landsliðnum og liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Montenegro, sum verður í august 2022. Ilt er altíð at spáa um styrkina á einum landsliðið áðrenn fyrsta dyst, og hvar liðið flýtur í mun til hini londini. Hesir vístu so dyggiliga, at teir hava dygdir á sama støði, sum nógv umrødda U19-landsliðið, sum er ein árgang eldri enn teir.

Føroyska liðið spældi sum eitt lið frá byrjan, har allir bjóðaðu inn. Verjan stóð væl og fingu okkara mál frá øllum plássum. Tað vóru heili 11 ymiskir málskjúttar í dystinum. Tað óvanliga við hesum liðinum, í mun til nógv onnur føroysk lið, er at leikararnir eru rættiliga høgir. Miðverjan við Ísak Vedelsbøl og Markus Bramsen liggur um 195 sentimetrar, og stóðu teir sera væl saman saman við Róki Ziskason. Í málinum stóð Aleksandar Lacok sera væl allan fyrra hálvleik, og hevði fleiri framúr bjargingar.

Liðini fylgdust fyrstu 15 minuttirnar av dystinum, tá støðan var 6-5 til Føroyar. Hareftir hevði føroyska liðið helst sína bestu løtu í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 17-10 til Føroyar. Óli Mittún og Rókur Ziskason vóru eyðsýndir í føroyska álopinum og vóru sjálvir vandamiklir og spældu væl upp til vengurnar, Óla Jákup Gaard Olsen og Trónd Johnson, sum vóru tryggir í skotunum.

Í verjuni var serliga Ísak Vedelsbøl eyðsýndur.

Føroyska liðið byrjaði væl í seinna hálvleik og til 20-11, áðrenn norðmenn svaraðu aftur. Føroysku venjararnir,Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, skiftu væl út og komu allir leikararnir á vøllin, hetta uttan at hetta nervaði støðið á liðnum. Dysturin var so at siga avgjørdur 10 minuttir fyri leiklok, tá støðan var 24-16. Føroyska liðið var nakað sløsut seinastu 5 minuttirnar og loyvdi hetta norðmonnum, at minka um munin niður í trý mál.

Liðini hittast aftur í kvøld klokkan 18 í Høllini á Hálsi. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rókur Ziskason 8
Óli Mittún 5
Trúgvi Hávardsson 3
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Helgi Poulsen 2
Tróndur Johnson 2
Niklas Gaard 1
Rói Haldansen 1
Sofus í Selvindi 1
Ísak Vedelsbøl 1
John Vilhelm Skaalum 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2021

67 Leygardagur 06. november 2021

Tretivu leikarar til landsliðsvenjing hesa vikuna

Heili 19 av teimum spæla uttanlands. A-landsliðið hjá monnum hevur vant hesa vikuna, sum liður í fyrireikingini til HM-undankappingardystirnar í Føroyum í januar

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller hava hesa vikuna havt møguleika at síggja nógvar ymiskar leikarar (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

A-landsliðið við monnum hevur í hesum døgum ein gyltan møguleika at fyrireika seg til komandi HM-undankapping, sum verður í Føroyum mitt í januar.

14. til 16. januar vera mótsstøðuliðini Lettland, Italia og Luksemborg. Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið hittust aftur í januar, og ein góður møguleiki hjá  Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, at síggja nógvar leikarar.

Nýggju venjararnir hava tikið ein breiðan hóp út til venjingarnar hesa vikuna. Tretivu leikarar hava møguleikan at vísa seg fram. Nøkur nýggj nøvn í A-landsliðshøpi eru at síggja - áhugavert er eisini, at heili 19 teirra til dagliga spæla uttanlands:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (Ísland)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Pauli Jacobsen, H71
Eli Gærdum, StÍF

Vengur:
Sjúrður Olsen, TM Tønder (Danmark)
Rói Berg Hansen, HØJ (Danmark)
Leivur Mortensen, Odder (Danmark)
Janus Dam Djurhuus, H71
Bogi Hansen, H71
Pætur Thomsen, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg Århus (Danmark)
Allan Norðberg, KA Akureyri (Ísland)
Nicklas Selvig, KÍF

Bakkar:
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Pauli Mittún, H71
Brandur Halgirson, Ajax København (Danmark)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (Ísland)
Dánjal Ragnarsson, ÍBV (Ísland)
Julian Kragesteen, ATSV Habenhausen (Týskland)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (Noreg)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (Svøríki)
Vilhelm Poulsen, Fram (Ísland)
Áki Egilsnes, EHV Aue (Týskland)
Kjartan Johansen, Önnereds (Svøríki)

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (Noreg)
Pætur Mikkjalsson, KA Akureyri (Ísland)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (Danmark)
Rókur Akralíð, HC Odense (Danmark)
Rógvi Dal Christiansen, Fram

Vikan endar við einum innanhýsis venjingardysti leygardagin 6. nov kl. 15.30 í Høllini á Hálsi, har tvey lið samansett av landsliðsleikarum fara at dystast.

Hondbóltssamband Føroya skrivar eisini, at U18-landsliðið venur eisini saman hesa vikuna. Teir fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august 2022.

Liðið skal spæla tveir venjingardystir móti U18-landsliðnum hjá Noreg, ávikavist hós- og leygardagin í Høllini á Hálsi - 19.30 og 18.00.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021

68 Leygardagur 06. november 2021

EB vann fyrstu stigini

Við einum 26-22 sigri í Vági mikukvøldið, hava eiðiskvinnur vunnið síni fyrstu stig fremstu hondbóltsdeildini á hesum sinni

Glaðar eiðisgentir eftir sigurin (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru liðini í botninum, sum mikukvøldið hittust á Eiðinum í Vági. Hvørki heimaliðið VB ella gestirnir EB hava megnað at skavað nøkur stig saman higartil í ár, so tað var stórur spenningur undan dystinum.

Liðini vóru sera jøvn gjøgnum dystin, og í hálvleikinum vóru bara tvey mál á muni. 12-10 til útiliðið.

Í seinna hálvleiki hildu eiðiskvinnur leiðsluni í mestan mun við tveimum málum, og tá eitt korter var eftir at spæla økti EB enn meira um munin, og fekk eina fýramálsleiðslu 20-16.

Endin var, at EB vann sín fyrsta dyst við úrslitinum 26-22, og fekk síni fyrstu stig í SMS-deildini. Hetta er fyrstu ferð at EB spælir í bestu kvinnudeildini í 39 ár. 

VB - EB 22-26 (10-12)

Stigatalva SMS-kvinnur

1. Kyndil 12 stig (7 dystir)
2. Stjørnan 9 stig (6 dystir)
3. H71 9 stig (5 dystir)
4. Neistin 8 stig (6 dystir)
5. StÍF 4 stig (7 dystir)
6. EB 2 stig (6 dystir)
7. VB 0 stig (7 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2021

69 Leygardagur 06. november 2021

Marius Joensen skal standa á odda fyri Føroyameistarunum

StÍF hevur gjørt sáttmála við 42 ára gamlan skálamann eftir at samstarvið við Ljubica-Buba Hansen steðgaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

StÍF hevur gjørt sáttmála við Marius Joensen um at vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum.

Tað var annars Ljubica-Buba Hansen úr Makedonia, sum varð sett sum venjari hjá kvinnunum hetta kappingarárið og hon hevði eisini ábyrgd av gentualdursbólkunum.

Hetta samstarv endaði fyri trimum vikum síðani. Tað er Marius Joensen sum hevur staðið við róðrið fyribils.

Nú verður tað ikki fyribils, men sum venjari hjá kvinnum umframt at hava ábyrgd av gentualdursbólkunum.

Marius hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari hjá børnum, ungum og vaksnum.

Hann spældi í mong ár á besta liðnum StÍF. Hann hevur vunnið FM og fleiri ferðir verið steypavinnari.

Marius hevur kandidatsútbúgving í námsfrøðiligari sálarfrøði (Cand.pæd.pæd.psyk.). Hann hevur síðan 2012 arbeitt hjá Sernámi við børnum og ráðgivið námsfrøðingum. 

Marius Joensen er 42 ára gamal, ættaður av Skála, men býr Strondum saman við familjuni.

StÍF liggur á fimta plássi í deildini eftir seks dystir við fýra stigum.

[object Object]
Marius Joensen, nýggjur høvuðsvenjari, og Rúni Rasmussen, formaður í StÍF (Mynd: StÍF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

70 Leygardagur 06. november 2021

Vágaliðini síggja sterk út

Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Gaman í vunnu greipuvinnararnir úr Sørvági ársins fyrsta dyst, tá stórsteypadysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi, men fyri tað kann Dráttur saktans liggja omaná, tá hetta árið er liðugt

Tað er als ikki óhugsandi, at kappingarárið í kvinnuflogbólti verður nógv javnari enn man av fyrstan tíð kundi roknað við.

Verður hugt eftir stórsteypadystinum, sum var millum vágaliðini bæði, so liggur tað til, at SÍ er omaná í tí kappingini. Men tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at SÍ er favorittur til at endurvinna meistaraheitið, sum liðið vann í fjør eftir ikki at hava vunnið landskappingina síðan 2010.

Samanborið við kappingarárið í fjør er liðið hjá greipuvinnarunum úr Sørvági, líka sterkt sum tað var í fjør, men tað eru ábendingar um, at Dráttur saktans kann fara at gera oyggjarfeløgunum lívið súrt, tá avtornar.

Og fyri at koyra salt í sárið, so er tað enntá við leikarum, sum eru barnvaksnir í Sørvági at hetta skal gerast. Ikki tí, Dráttur hevði longu frammanundan gott fólk á nógvum plássum, men við til dømis Helgu Guttesen og Anniku á Stongum fær liðið av Giljanesi nakrar eyka streingir at spæla uppá, sum saktans kunnu fáa stóran týdning, tá kappingin skal avgerast.

Fleiri um boðið
Hyggja vit eftir hagtølunum tey seinastu árini, so síggja vit, at listin av vinnarum í lands- og steypakappingini er rættiliga fjølbroyttur.

Rætt er, at SÍ vann greipuna í fjør og eisini, at liðið hevur vunnið steypakappingina trý ár á rað, men burtursæð frá tí hava bæði Mjølnir, Fleyr, TB og Dráttur vunnið lands- ella steypakapping – ella báðar – hesi seinastu árini.

Sjálvt um eingin blívur meistari uppá tað, sum man vann í fjør ella áðrenn tað, so er tað tó ein ábending um, at har er nakað at byggja á, og júst tað er orsøkin til, at SÍ og Dráttur eru tey liðini, sum mugu metast at vera tey sterkastu.

Fara vit so eitt stig víðari, so er slett ikki óhugsandi, at Fleyr, sum hevði nøkur sera góð kappingarár fyri nøkrum árum síðan, eisini kann blanda seg upp í stríðið. Serliga, tí liðið hevur fingið útlendskan styrk, og spurningurin er so, um hetta kann samansjóðast til nakað ordiliga spennandi fyri kappingina.

Mjølnir kann gott
Søguliga sæð hevur Mjølnir klárað seg øgiliga væl. Heilt afturi í tíðini, tá Mjølnir stríddist við Fleyr vóru tað bara tey bæði liðini, sum skiftust um at vinna meistaradeildina, sum varð stovnað í 1985/86, og tað var ikki fyrr enn í 2001, at Dráttur, sum tað fyrsta felagið breyt stórbýardominansin í deildini.

Í 2004 og 2005 kláraði Mjølnir seg aftur væl, men besta tíðarskeiðið hjá mjølnirkvinnunum nakrantíð var frá 2011 til 2014. Hesi árini vunnu klaksvíkskvinnur greipuna fýra ár á rað.

Og fleiri av teimum leikarunum eru nú aftur í felagnum, og saman við yngri kreftum kann tað saktans aftur fara at spæla sum tað eigur fyri Mjølnir.

Men eisini her er tað ein spurningur um samanhang og um tað ber til, tað er tó eingin ivi um, at royndirnar hjá teimum royndu kreftunum, sum t.d. Sofíu Purkhús Splidt, Urd Traðará og Katrin Petersen og øðrum, er ikki óhugsandi, at Mjølnir kann seta kílar í hjá hinum liðunum.

TB og KÍF
Tey bæði seinastu liðini í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum eru kanska eisini tey, sum eru ringast at siga nakað um, áðrenn kappingin byrjar.

Bæði liðini hava klárað seg væl, men KÍF hevur tó ongantíð vunnið nakað í bestu kvinnudeildini í flogbólti.

Skulu vit spáa um gongdina, nú áðrenn kappingin byrjar, ja, so er tað ósannlíkt at hugsa, at hetta verður árið, tá KÍF á fyrsta sinni vinnur steyp, men vit taka gleðiliga tann lúsingin, um liðið ger okkara forsagnum til skammar.

Tað sama er í grundini galdandi við TB, sum gaman í vann steypakappingina í 2017 og landskappingina í 2015. Men beint nú virkar tað sum, at hini liðini eru tað sterkari enn TB í ár.

Tað eru seks lið í FøroyaTele-deildini hjá kvinnum, og tey koma øll í gongd um vikuskiftið.

Dráttur og KÍF spæla á Giljanesi í dag, leygardagin 6. november klokkan 14, og SÍ og Fleyr í Sørvági somu klokkutíð, og seinasti dysturin í fyrsta umfari, tað er dysturin millum Mjølnir og TB, verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 13.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

71 Leygardagur 06. november 2021

Mjølnir eigur leiklutin sum favorittur

Tað eru fimm lið, sum skulu kappast um meistaraheitið hjá monnum í ár, og sjálvt um tað neyvan ber til at siga nakað við vissu, so liggur tað til, millum annað við omanfyri nevndu grundgevingum, at Mjølnir er tað liðið, sum undan kappingarbyrjan sær út sum tað besta boðið uppá ein meistara

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn: Føroyameistararnir úr Mjølni sleppa ikki undan at átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin í mansflogbólti byrjar aftur um vikuskifti. Ein serlig orsøk til tað er, at liðið hevur fingið ein sera munagóðan styrk í afturvenda leikandi venjaranum Philip Freere.

Sjálvt um tað er sjáldan, at ein leikari vinnur nakað einsamallur í flogbólti, so kann ein leikari hava so stóran týdning, at hann dregur eitt lið so langt upp, at tað sær út til, at hann hevur so nógv at siga.

Júst so stóran týdning virkaði tað sum leikandi australski venjarin hjá Mjølnir í tíðarskeiðnum 2018-2020 hevði, tá hann seinast spældi í Klaksvík; og tað er eisini ein av orsøkunum til, at vit her leggja upp til, at Mjølnir aftur í ár má átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin byrjar aftur.

Dámlig australiumaðurin er aftur
Gaman í hevur Mjølnir mist sterkar leikarar, sum til dømis Trygva á Brekkukletti, sum er farin í heimbygdina at spæla við Ternuni, men umframt Philip Freere, hevur Mjølnir eisini fingið Jóhan Arna Elisson Wang á liðið, og tað ger, at Mjølnir samanlagt sær sterkari út enn liðið var í fjør, tá tað gjørdist føroyameistari.

Tað eru fimm lið, sum skulu kappast um meistaraheitið hjá monnum í ár, og sjálvt um tað neyvan ber til at siga nakað við vissu, so liggur tað til, millum annað við omanfyri nevndu grundgevingum, at Mjølnir er tað liðið, sum undan kappingarbyrjan sær út sum tað besta boðið uppá ein meistara, tá hetta kappingarárið er leikt liðugt.

Men dystirnir skulu spælast, og tí kann væl vera, at onnur lið velja at taka dystin upp við klaksvíkingar, og tað er als ikki óhugsandi, at eitt nú ÍF og Fleyr, sum eisini hevur fingið útlendskan styrk, kunnu fara at bjóða Mjølnir av í oddanum. Tað kunnu sørvingar fyri tað eisini, tí teir duga ofta øgiliga væl at finna tað fram, sum skal til, tá tað geldur, men nú undan kappingarbyrjan virkar tað kortini ikki sannlíkt.

Steypavinnararnir vilja meira
Fuglfirðingar hava tey seinastu nógvu árini kjálkast fram ímóti einum góðum úrsliti í landskappingini, og sjálvt um nógvir av leikarunum eru ungir, so hevur liðið eisini garvaðar leikarar, sum kunnu bera, tá tað stendur harðast á. Har er Bjarni Larsen eitt gott dømi og Vukasin Nedeljkovic, sum hevði eitt framúr gott ár í fjør, eitt annað dømi.

Og hyggja vit eftir steypakappingini í fjør, so gjørdu fuglfirðingar júst tað, at teir vunnu eina spennandi finalu, júst ímóti favorittunum úr Klaksvík, við trimum settum móti tveimum.

Nú hevur liðið, sum sambært leikarayvirlitinum ongan nýggjan leikara hevur fingið í ár, eitt ár meira á baki, og tað kann hava stóran týdning í longdini.

Tá tað kemur til landskappingina er eingin ivi um, at teimum í Fleyr leingist eftir at vinna meistaraheitið aftur, tí seinast Fleyr gjørdist meistari var í 2006. Og høvuðsstaðarfelagið hevur eins og fleiri av hinum feløgunum í deildini fingið sær útlendskan styrk fyri at stuðla undir vónina um, at meistaraheitið skal koma til høldar.

Uttan at siga nakað um tað fer at rigga hjá Fleyr ella ikki, so er greitt, at kappingin við hini liðini í deildini verður hørð, tí tey eru sterk. Men Fleyr hevur eisini sterkar leikarar, við drúgvum royndum, so sum Suna Juul Pedersen og brøðurnar Róa og Dávið Hentze bara fyri at nevna nakrar.

Toftamenn bjóða av
Seinasta liðið í deildini er Ternan, sum má taka leiklutin sum tað veikasta liðið. Hetta liðið er kanska eisini tað, sum er ringast at siga nakað um, tí har er so nógv nýtt, og ungt, fólk, sum nú skal royna at fóta sær í FøroyaTele-deildini hjá monnum.

Sterkasta kortið hjá toftamonnum er Trygvi á Brekkukletti, sum er komin heimaftur úr Mjølni, men spurningurin er, um hann einsamallur klárar at bera byrðarnar í ár.

Hetta skal tó ikki takast sum ein kritikkur av hinum leikarunum, men tað er veruliga eitt stórt lop at spæla í bestu deildini samanborið við hinar, tí eitt er, at hini liðini eru øgiliga sterk, spælið gongur eisini so øgiliga nógv skjótari í bestu deildini.

Tíðin má vísa, hvussu endin verður á tí, sum byrjar um vikuskiftið. 

Fyrsti dysturin, sum verður spældur, er dysturin millum SÍ og Fleyr, sum verður í høllini í Sørvági í dag, leygardagin 6. november klokkan 16. Sunnudagin klokkan 15 spæla Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík, og so vera tveir dystir mikukvøldið, tá Ternan byrjar sítt kappingarári við heimadysti móti SÍ klokkan 18, og tveir tímar seinni verður gamli klassikarin millum Mjølnir og Fleyr í Klaksvík. Og tá fáa vit longu fyrstu ábendingarnar um, hvønn veg pílarnir peika.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2021

72 Leygardagur 06. november 2021

Báðir føroyingarnir vunnu

Levi Hammer og David Kunoy boksaðu í Danmark síðsta fríggjakvøld

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn einaferð fingu boksarar frá Tórshavn Boksing góð úrslit, tá tveir íðkarar luttóku á boksistevnu í Danmark síðsta fríggjakvøld.

Levi Hammer og David Kunoy boksaðu móti donskum mótstøðumonnum á eini kapping í Helsinge í Norðursælandi.

Talan var um javnar dystir, ið kundu farið báðar vegir, men tað vóru føroyingarnir, sum tóku sigurin í báðum dystunum, greiðir venjarin í Tórshavn Boksing, Martin Meng frá.

Hóast teir vunnu, so er støðið enn nakað frá donskum meistaraskapsstøði, og tí er nakað at arbeiða við áðrenn teir báðir, saman við Jonathan Malaikev, skulu boksa í danmarksmeistarakappingini seinni í vetur.

- Levi hevur ikki verið í ringinum í 22 mánaðir, og tað var týðuligt, at har var eitt sindur av rusti, ið skal bankast av. Og David boksaði sín fyrsta dyst, og visti tí ikki, hvat hann kundi rokna við. Tað merkti dystin, men vit vunnu, og uppgávan varð loyst, sigur Martin Meng.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

73 Leygardagur 06. november 2021

Nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag verður nú veruleiki

Verkætlanin kemur at kosta beint omanfyri tíggju milliónir krónur og fer at geva FSR góðar umstøður og møguleikar

FSR hevur húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð - tá hetta neystið á 12x30 metrar og við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum verður veruleiki, verður veruleikin ein heilt annar
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tilgongdin til nýggja neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur verið drúgv. FSR, Tvøroyrar kommuna og LOA-Grunnurin hava leingi arbeitt við verkætlanini og, sum vera man, so eru nógvir snøklar, ið skulu fáast upp á pláss, áðrenn alt kann setast í gongd.

Eftir at hava húsast í bingjum á gomlu bedingini á Tvøroyri í eina tíð, er nú komið hartil, at spakin verður settur í. Hetta hendi ónsdagin 3. november. Egon Rasmussen úr Øravík loysti “fyrsta flagið”. Egon er, sambært FSR, elsti núlivandi rógvari hjá FSR, ið setur seg føran fyri at sita handan stýripinnarnir á stóru gravimaskinuni hjá MTV-byggivirki, ið skal standa fyri útgrevstrinum. 

Staðsetingin er á Hvítanesi, beint vestan fyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, har arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu halda til í dag.

Uni Jacobsen, formaður í FSR, sigur, at tað er ein góð kensla, nú tað endiliga verður farið í gongd. Verkætlanin, ið kemur at kosta umleið 10,3 milliónir krónur, er partvíst fíggjað av LOA-Grunninum, Tvøroyrar kommunu og FSR.

Neystið verður umleið 12x30 metrar, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Uni sigur, at talan verður um ein veruligan sjódepil og fer tað ikki einans at snúgva seg um rógving við føroyskum bátum. Har verður møguleiki fyri kajakkrógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp, sauna (kemur seinni) og øðrum viðkomandi aktivitetum.

- Atkoman hjá rørðslutarnaðum er tonkt inn í alla verkætlanina. Atkomuligt er bæði í erva og neðra við koyristóli og lyft er eisini inni í húsinum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn. Talan verður um jørð- ella sjóhita

Tvøroyrar kommuna ynskir FSR hjartaliga til lukku við komandi neystinum og vónar at nýggju og betraðu umstøðurnar kunnu vera við til at leggja gróðrarbotn fyri enn størri virksemi í felagnum - býnum og borgarunum til gagns.<


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2021