Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. november 2021 | Nr. 47 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Fýra ikon innan føroyska matlist

SíÐa 14

1 Leygardagur 20. november 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Marglætisprojekt

Hvussu glaðir floksfelagarnir og veljararnir hjá Heðini Mortensen eru um ætlanirnar um at byggja stóra høll til hondbólt við Stórutjørn, kann ein bara gita seg til.

Men undarligt er tað at síggja, at tann politikarin, sum í dag arbeiðir harðast fyri at støðga ætlanini, skal vera fyrrverandi borgarstjórin í Havn.

Ikki tí at hon er fyrrverandi borgarstjóri, tí tað er ein sannroynd at hesir báðir høvuðkambarnir í stríðnum um borgarstjórasessin í Havn til eina og hvørja tíð gera tað, tey kunnu, fyri at skala umdømið hjá hvørjum øðrum.

Tað undarliga er, at tað er fólkafloksumboðið í býráði og á løgtingi, sum gongur á odda í herferðini.

Tí eitt er vist. Leisturin, sum Førya Arena-projektið er skorin eftir, átti at verið sum søtur tónleikur í einum fólkafloksoyra – ideologiskt sæð.

Sambært stigtakarunum – nøkrum vinnu- og handilsmonnum í býnum, ideologiskt væl kjølfestir á leið har, ið fólkaflokkurin finnur sínar stuðlar, tora vit at gita – verður høllin jú ikki bara bygd fyri at nøkta ein átrokandi tørv hjá nøkrum innandura ítróttagreinum við stórum altjóða ambisjónum.

Nei, høllin skal skapa virksemi – les umsetning – í nærumhvørvinum og kring landið, sum kann gagna atknýttu vinnuni, t.e. flutnings-, gistingar-, matstovuvinnan og líknandi vinnur.

Men okkurt sigur okkum, at hetta hevur fyrrverandi fólkafloksborgarstjórin ikki fatað.

Hon er, sum tingkvinna, farin til landsstýrismannin við vinnumálum at leita sær eftir grundgevingum fyri at støðga ætlanini. Tykist tað sum.

- Ber tað til at seta pengar í eina slíka verkætlan uttan hon verður boðin út? vil hon hava landsstýrismannin at svara uppá.

Íðann, veit hon, ið sat sum borgarstjóri fyri bara einum ári síðani ikki tað? Hava vit hug at spyrja. Borgarstjórin, sum stóð fyri at liðugtgera verkætlanina Tórsvøll, sum av heilt nógvum varð hildin at vera eitt nógv størri øðrvitisprojekt enn Føroya Arena tykist vera, men sum bert tey fægstu høvdu viljað verið fyriuttan í dag.

Helst er tað langhylsætlanini, sum undanfarni borgarstjórin ber ótta fyri. Henda verkætlanin hevur frá upphavi verið hennara hjartamál at fáa ígjøgnum, men tað eydnaðist ikki fyrr enn á valskeiðsins evsta fundi.

Eitt projekt, sum núsitandi politiska leiðsla á Vaglinum - eins smáliga sum fyrispurningurin til landsstýrismannin - heldur enn gjarna niðurger. So nógv, at ein av sonnum kann óttast fyri, at langhylurin enn er í vanda fyri at blíva offraður til frama fyri aðrari marglætisætlan, sum núverandi stýri heldur vera meira átroðkandi.

Hevði tað ikki hjálpt við at víst eitt sindur av virðing fyri ætlanunum hjá hvør øðrum? Og fyri givnum lyftum og ikki minst pengunum hjá skattaborgarunum í kommununi.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5678

    Lisnar síður: 15320

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 20. november 2021

Kaj Leo vil yvirtaka epidemilógina

Landsstýrið rindar longu allar útreiðslur av hesi lóggávuni í Føroyum – tí hevur ein yvirtøka ikki eyka fíggjarligar útreiðslur við sær

Kaj Leo Holm Johannessen tekur upp mál um yvirtøku á landsstýrisfund í dag
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað skal verða lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja, men tað er ein trupulleiki, tá epidemilógin er danskt málsøki. Tað heldur landsstýrismaðurin við heilsumálum, sum á landsstýrisfundi í dag fer at seta fram ynski um yvirtøku av epidemilógini.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, skjeyt á landsstýrisfundi í vikuni upp, at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, verður yvirtikin á føroyskar hendur. Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

Ynskið hjá landsstýrismanninum er ein beinleiðis avleiðing av koronufarsóttini.

Í Heilsumálaráðnum verður mett, at epidemilógin, hvørs formliga danska navn er “Lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, kann yvirtakast beinleiðis uttan samráðingar við danir.

Tí heilsumál eru sermál, sum sambært heimastýrislógini kunnu yvirtakast heilt ella partvíst uttan nærri samráðingar, tá Løgtingið sjálvt ynskir tað.

Landsstýrið rindar frammanundan allar útreiðslurnar av epidemilógini í Føroyum, og tí verður heldur ikki mett, at yvirtøkan hevur eyka fíggjarligar útreiðslur við sær fyri landskassan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

3 Leygardagur 20. november 2021

Koronutilmælini eru løgfrøðiligir trupulleikar

Búskapar- og løgfrøðingafelagið finst at landsstýrinum fyri ikki at vilja kreppustýra við lóggávu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Inntriv verða ikki meira inntrívandi fyri tann einstaka av, at tey hava heimild í lóg. Eitt møguligt “tilmæli” um, at tað ikki skulu verða fleiri enn 10 fólk, sum savnast (stig 3, reytt), verður sostatt ikki meira inntrívandi, um løgtingið hevur havt høvi til at taka støðu til, um landsstýrið skal sleppa at avmarka grundleggjandi rættin at savnast, tá heilsumyndugleikarnir meta, at smittutrýstið er serliga stórt. Tvørturímóti gevur hetta fólkavalda løgtinginum og almenninginum møguleika at taka støðu og kjakast um, hvar markið eigur at ganga og hvussu atlitini skulu vigast. Harumframt gevur hetta eisini dómstólunum møguleika at royna, um avgerðir og møgulig inntriv eru lóglig. Hetta hevði betra um rættarstøðuna hjá øllum borgarum.“

Soleiðis ljóðar niðurstøðan og “tilmælið” til landsstýrið í eini viðmerking, sum løgfrøðingarnir Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen, hava almannakunngjørt. Tær báðar eru ávikavis næstforkvinna og forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Tær vísa í frágreiðingini á, at tað er ein løgfrøðiligur trupulleiki, at landsstýrið hevur valt at stýra koronakreppuna uttan at lóggeva á økinum.

Tær vísa á, at tað ikki er ein leistur í einum rættarsamfelag at brúka á einum øki, tá tað er av so stórum týdningi at fáa fólk at akta.

Ein trupulleiki er, at tríbýtta valdið verður brotið, tí løgtingið ikki hevur møguleika at hava eftirlit – parlamentariskt kontroll – við tí, sum landsstýrið ger.

Og rættarskipanin verður eisini sett úr gildi, tá tilmælini ikki byggja á lóggávu.

Løgfrøðingarnir undra seg eisini yvir, at landsstýrið brúkar orðingar sum “tilmælini koma í gildi á midnátt”, tá hugtakið ‘gildikoma’ vanliga verður brúkt í sambandi við lóggávu.

Alt skrivið hjá teimum báðum, Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen kunnu lesast á lesarin.fo:

Kreppustýring við tilmælum - hvørjar avleiðingar fær tað fyri rættarsamfelagið? 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

4 Leygardagur 20. november 2021

Løgmaður heldur at øll eiga at kannast við markið

- Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað. Men Farsóttarnevndin eigur avgerðina, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er Farsóttarnevndin sum eigur avgerðina - ikki landsstýrið.

Tað sigur løgmaður í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, sum spurdi um koronukanningarnar á flogvøllinum fyrr í vikuni. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur gjørt skjótt av, og hevur longu svarað grein 52 fyrispurninginum.

- Koronakanningar hava, sum kunnugt, ikki verið við markið síðani 31. august 2021. Men frá 15. november hevur Farsóttarnevndin gjørt av, at øll sum koma til Føroya, og sum ikki kunnu vísa koronapass, skulu kannast fyri korona. Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað, men tað er Farsóttarnevndin, sum hevur heimildirnar at gera hetta av, sigur Bárður á Steig Nielsen í svarinum.

- Landsstýrið hevur alla tíðina havt ta støðu, at tey sum ferðast, eisini sjálvi mugu bera tann kostnað, sum stendst av teim tiltøkum, sum sett eru í verk við markið fyri at forða teimum í at bera smittu til landið, skrivar løgmaður víðari.

Løgmaður svarar at tað er ilt at meta um, hvat kostnaðurin verður av kravdum koronukanningum við komu til Føroya næstu mánaðirnar, tí at treytirnar eru so óvissar.

- Við umbøn um eykajáttan er biðið um 2 milliónir krónur til kanningar fyri koronu við komu til landið frá 13. november og árið út. Tað er ein minni partur av teimum ferðandi, ið ikki hava koronapass, og tí skulu kannast við landamarkið, skrivar Bárður á Steig Nielsen.

- Avtalan við veitara er 250 krónur fyri hvørja kanning umframt 5000 krónur fyri hvørt flogfar. Tó í mesta lagi fyri fýra flogfør um dagin. Henda avtalan er fyrst galdandi í 14 dagar.

Løgmaður var eisini spurdur um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafólk, koppsett og ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað áður var galdandi.

- Vit eru nú á einum vegamóti. Um vit skulu taka gjald bert frá teimum sum verða kannaði við komum, so krevst at lógin um smittandi sjúkur verður broytt soleiðis at heimild er fyri at sena rokning til tann einstak, sum verður kannaður við markið. Tað verður tó helst ikki í bræði, tí fyrst skal farsóttarmálsøkið yvirtakast, og tað vita vit av royndum, at tað kann taka tíð, svarar Bárður á Steig Nielsen í svari til Beintu Løwe.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

5

Størv

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024
6 Leygardagur 20. november 2021

Jenis av Rana hevur ongar trupulleikar at ferðast uttanlands

Men hann sýtir fyri at svara uppá, um hann er koppsettur ella hevur havt korona. Hann vil ikki útseta seg sjálvan ella síni nærmastu fyri ágangin, sum kemur líka mikið hvat svarið er

Jenis av Rana saman við Eivør Pálsdóttir á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, tríggjar dagar eftir brúdleypið hjá Steffan Klein Poulsen (Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jenis av Rana, landsstýrismaður, vil ikki siga um hann er koppsettur ella um hann hevur verið smittaður við korona.

- Tað vil eg ikki útseta meg sjálvan ella míni nærmastu fyri, segði hann í samrøðu við John Johannesen í útvarpssendingini Breddin í vikuni.

Jenis av Rana vísir til ágangin, sum hann skal hava verið fyri eftir at hann í vár upplýsti alment, at hann ikki hevði ætlanir um at lata seg koppseta, hóast tað var eitt tilmæli frá einum samdum landsstýri.

Jenis segði orsøkina vera, at hann ikki hevði álit á koppsetingarevninum, og at hann ynskti at síggja betri kanningarúrslit áðrenn hann fór at umhugsa at lata seg koppseta.

Okkurt kundi bent á, at landsstýrismaðurin – hóast hann ikki ynskti at svara – hevur okkurt prógv, sum gevur honum somu rættindi sum tey við galdandi koronapassi, tí hann bæði hevur verið og skal fyrsta dagin út at ferðast í almennum ørindum.

Tá útvarpsverturin tók saman um og segði at orsøkin til at hann kundi ferðast ótarnaður “má hava okkurt at gera við tína koppseting”, svaraði Jenis av Rana at hetta ljóðaði sum ein góður samandráttur.

Hoyr breddan her 

Ingilín D. Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin hevur sett Jenisi av Rana grein 52-spurning, har landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá um hann er koppsettur til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstírðsmaður við uttanríkismálum, um hann hevur verið í einum brúdleypi, har fleiri fólk vórðu testað positiv, og um hann eftir hetta brúdleypi fór uttanlands í almennum ørindum uttan at hava verið í sóttarhaldi.

Seinasta freist at svara spurninginum er týsdagin 23. november. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

7 Leygardagur 20. november 2021

Undrast á, at ókoppsett verða kannað ókeypis meðan koppsett mugu rinda

Hvør er ætlanin við kanningum við landamørkini. Tað vil Beinta Løwe hava løgmann at svara

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani leygardagin eru koronukanningar aftur gjørdar við landamøkini. Men hesaferð eru tær ókeypis - ókeypis fyri tey sum ikki eru koppsett. Hini, tey sum eru koppsett, hava verið smittað ella hava nýggja test og harvið hava koronupass, skulu ikki kannast, og kunnu tí ganga fram við kanningarbásunum við at vísa passið.

Um tey við koronupassið ynskja, at lata seg kanna kortini, skulu tey rinda fyri hetta.

Tað undrar Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at kanningarnar eru ókeypis fyri ókoppsett, og hon hevur sett Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, ein grein 52 fyrispurning um málið.

Hon spyr hví kanningarnar eru ókeypis, og hvussu nógv løgmaður væntar, at kostnaðurin hjá landskassanum fara at vera av hesum.

Hon spyr eisini um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafolk, koppsett sum ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað var áður.

- Løgtingið hevur áður samtykt, at ferðafólk sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningar við markið, men tann skipanin er ikki í gildi longur. Hetta spardi føroyska skattgjaldaranum nógvar milliónir, skrivar Beinta Løwe í viðmerkingunum.

- Tí kann tað tykjast undranarvert, at kanningin av ókoppsettum ferðandi nú er ókeypis, at skattgjaldarin skal rinda fyri hetta, meðan tey koppsettu ferðandi sjálvi skulu rinda, um tey ynskja at verða kannað við komu til landið, sigur tingkvinnan.

Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

8 Leygardagur 20. november 2021

Siga seg einki koronupass hava fyri at fáa ókeypis kanning

Hevur tú koronupass, men kortini ynskir at lata teg kanna, skalt tú rinda fyri kanning á flogvøllinum. Men tað eru dømi um, at fólk velja at siga ósatt fyri at vera kannað fyri koronu ókeypis

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru dømi um fólk, sum hóast tey hava eitt galdandi koronupass, velja at siga ósatt fyri at fáa eina ókeypis kanning á flogvøllinum.

Hetta segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, við Dag og viku hóskvøldið.

Skipanin er soleiðis, at tey, sum ikki kunnu vísa á eitt koronupass við komu til landið, skulu kannast fyri koronu. Hetta er ein ókeypis kanning, men bara fyri tey sum ikki hava áðurnevnda pass.

Hevur tú koronupass, men ynskir at lata teg kanna fyri at binda um heilan fingur, skal ein rinda 390 krónur. Hetta kom í gildi leygardagin, fyri knappari viku síðani.

Thetis, sum ger kanningarnar á flogvøllinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at tvey til níggju fólk úr hvørjum flogfari verða kannað á flogvøllinum, tí tey einki koronupass hava. 

Umleið sama tal velur at rinda fyri kanninga hóast tey hava koronupass. Men dømi eru um at fólk villeiða og missbrúka skipanina fyri at sleppa undan at gjalda.

- Endamálið við hesum, sum vit hava skilt tað er, at tey sum skulu kannast eru tey sum ikki eru koppsett. Vit fáa sjálvandi kanna við dokumentatión um fólk eru koppsett, men tey sum siga seg ikki vera tað, verður torført hjá okkum at gera nakað við. Tað hava vit ikki amboð til, segði Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn við Dag og viku.

Hava tit nakað dømi um fólk hava lumpa?

- Eg veit ikki um skulu kalla tað at lumpa, men ja, tað eru dømir um tað, sigur hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

9 Leygardagur 20. november 2021

Heita á myndugleikarnar at taka koronupassið úr gildi

- Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting, siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavnan

(Mynd: Korona.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Við hesi undirskriftainnsavning mótmæla vit, at munur verður gjørdur á koppsettum og ókoppsettum føroyingum við at krevja koronupass.

Tað siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavning, sum hevur heitið “Nei til koronupass í Føroyum”.

Heitt verður á myndugleikarnir um at seta koronupassið úr gildi aftur sum skjótast.

- Um so er, at smittustøðan í landinum ger tað neyðugt prógva, at tú ikki ert sjúkur og ber smittu við tær, so eiga øll,sum kunnu bera smittu, at prógva hetta, ikki bara ein lítil minniluti. Hetta nýtist okkum ikki nakað koronupass til. Koronupassið ger mun á fólki, skerjir frælsið óneyðugt, skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar.

- Tá koronupassið varð bílagt, fingu vit at vita, at tað skuldi ikki brúkast í Føroyum, men var fyri at geva útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, eina smidliga føroyska loysn. Vit hava eisini fingið endurtikin lyfti um, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi.

- Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur, siga fyriskipararnir, sum leggja afturat at Føroyar skal vera eitt land fyri allar føroyingar.

- Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting.

Koronupassið kom í gildi fyri viku síðani. Fyri at fáa eitt galdandi koronupass er neyðugt við minst tveimum prikum, fyrrverandi smittu ella negativa koronukanning. Passið verður brúkt fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, harn nógv fólk vitja.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

10 Leygardagur 20. november 2021

Ov nógv avoyggjafólk kanna seg í Vágum

Meira enn triði hvør, sum fer til koronukanning í Vágum, kemur aðrastaðni frá. Tað eru Vága kommuna og Søvágs kommuna sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu vikuna hevur Vága kommuna, í samstarvi við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg pota í Vágum. Átakið hevur eydnast serstakliga væl, tí í miðal hava umleið 400 fólk latið seg potað tríggjar ferðir um vikuna.

Endamálið hjá kommununum í Vágum, at fara undir hetta átak var, at lætta um hjá borgarum í oynni at sleppa framat at verða potað.

- Hetta er eydnast, og okkara borgarar hava verið fegnir um átakið. Men tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum, ið hava latið seg pota seinastu vikuna í Vágum, koma aðrastaðni frá í landinum, enn úr Vágum, meira enn triði hvør, siga kommunurnar í fráboðan.

Tað eru Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum, t.v.s. skattgjaldarar í Vágum gjalda fyri, at tey sleppa undan at fara til Havnar ella Klaksvíkar, og tí er potistøðin ognað teimum, verður sagt.

Kommunurnar í Vágum heita tí á avoyggjafólk, um vinarliga at leita sær til eina potistøð hjá landsmyndugleikunum ella at heita á sína kommunu um at taka lut í útreiðslunum, ið Sørvágs og Vága kommunur hava av kommunalu potistøðini.

- Tey skulu vera meira enn vælkomin vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

11 Leygardagur 20. november 2021

Effo besta úrslit nakrantíð í 2020

Árið 2020 hilnaðist framúr væl hjá Pf. Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist knappar 40 milliónir krónur

(Mynd: Effo.fo)
SkrivaÐ:

-

Føroyska orkufelagið Effo, sum í 2007 kom aftur á føroyskar hendur, hevur verið ein framúr góð íløga hjá teimum føroysku íleggjarunum, sum tá settu pening í felagið. Tilsamans hava rakstrarúrslitini eftir skatt hesi árini verið heilar 321 milliónir krónur, harav meginparturin, góðar 300 milliónir, eru goldnar partaeigarunum sum vinningsbytið síðstu árini.

Árið 2020 hilnaðist eisini framúr væl hjá Pf. Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist 39,8 milliónir krónur, sum er besta úrslitið hjá føroyska felagnum nakrantíð.

Effo hevur stórt virksemi í Føroyum. Virksemið umfatar sølu av oljuúrdrattum til húsarhald, skip, virkir, flogfør, akfør, umframt mat- og skundvørur á Effo-støðum kring landið. Harumframt eigur Effo bygningar, effo-støðir, oljugoymslur og partabrøv eitt nú í Vindrøkt, sum framleiðir vindorku í Føroyum.  

Samlaða sølan hjá Effo í 2020 gjørdist 770 milliónir krónur, í mun til 920 milliónir í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 16,3 prosent. Orsøkin til minkaðu søluna er sambært roknskapinum hjá Effo eitt stórt fall í oljuprísinum í 2020, og at dollarakursurin eisini fall nakað. Upplýst verður, at sjálv sølan av oljuúrdráttum vaks í 2020.

Bruttovinningurin, sum er munurin millum samlaðu søluna og framleiðslukostnað, øktist úr 130 milliónum krónum í 2019 til 139 milliónir í 2020. Talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 50 milliónir krónur í 2020 samanborið við 45 milliónir í 2019. Ein vøkstur á 11,6 prosent.

Ársúrslitið fyri 2020 gjørdist eitt avlop á 38,8 milliónir krónur, samanborið við 34,3 milliónir í 2019, sum er ein vøkstur á 13,2 prosent. Landskassin fær 10,8 milliónir í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020.

Fíggjarjavnin hjá Effo var samanlagt 278,7 milliónir krónur í 2020.

Støðisognin var í 2020 íalt 155,6 milliónir krónur í mun til 150,8 milliónir í 2019. Hinvegin er ogn í umferð minkað úr 128,9 milliónum til 123,0 milliónir krónur í 2020.

Samlaða skuldin hja Effo er økt úr 125,5 milliónum í 2019 til 177,9 milliónir krónur í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 52,4 milliónir krónur.

Eginpeningurin hjá Effo var í 2020 íalt 99,6 milliónir krónur, sammett við 153,7 milliónir í 2019. Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum viningsbýtið í 2020 á 82,7 milliónir krónur.

Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 55 prosentum í 2018 til 36 prosent í 2020. Vanliga verður mett at trygdarevnið yvir 30 prosent er rímuliga gott.

Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er minkað úr 119 prosentum í 2019 til 76 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 18 milliónir krónur. 

Stafestast má, at Effo er ein væl rikin fyritøka, sum hevur kunna víst góð og støðug rakstrarúrslit síðstu árini. Effo hevur harnæst verið ein framúr góð íløga hjá partaeigarum felagsins.

Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2020 var 97 ársverk.

Stjóri í Effo er Janus Thomsen. Nevndarformaður er Árni Rasmussen.

Størstu alment skrásettu partaeigararnir í Pf. Effo eru: Pf. Tjaldur, Kolan Aps, Spf. FramInvest, Pf. LÍV og Pf. Varðin.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Spf. Nira.  www.nira.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

12
Leygardagur 20. november 2021

Tavan 4,9 milliónir í avlopi í 2020

3,5 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

-

Tá stóra búskaparkreppan var í hæddini í 1990unum, og flest øll fiskavirkir í Føroyum vóru farin á húsagang, brutu Ingvar Joensen saman við øðrum vinnulivsmonnum í Leirvík upp úr nýggjum og stovnaðu í 1994 eitt nýtt gulllaksavirkið, sum fekk navnið Tavan.

Virkið skuldi burturav virka gullaksafars til matna, til nýggjar marknaðir úti í heimi. Í dag framleiðir Tavan eisini annan botnfisk, og ikki minst pelagiskan fisk, so sum sild og makrel, sum verður verður víðari góðskaður á virkinum.

Tavan hevur havt stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Leirvík, umframt at virkið er eitt stórt og støðugt arbeiðspláss í bygdini. Sambært roknskapinum starvaðust 53 fólk í meðal á Tavuni í 2020.

Tað hevur gingið fíggjarliga væl hjá Tavuni síðstu árini og úrslitini hava sum heild verið góð, og virkið er støðugt útbygt og nútímansgjørt.  

Spf. Tavan kundi í 2020 aftur visa ein góðan roknskap, sum tó ikki er tann besti hjá felagnum.

Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin minkaði úr 29,5 milliónir krónur í 2019 til 26,3 milliónir krónur í 2020. Talan er um eitt fall í bruttovinninginum á 10,8 prosent.

Starvsfólkakostnaðirnir í 2020 vóru 18 milliónir sammett við 21,1 milliónir krónur í 2019, sum er ein minking á 14,7 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 8,3 milliónir krónur í 2020, sum er nærum óbroytt í mun til 2019, tá ebidta var 8,4 milliónir.

Partafelagsskattur av úrslitinum áðrenn skatt í 2020 var 1,1 milliónir krónur.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist tí eitt avlop á 4,9 milliónir krónur. Úrslitið í 2019 var 4 milliónir krónur. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 21,9 prosent.  

Spf. Tavan hevði við árslok 2020 ein eginpening á 47,6 milliónir krónur. Trygdarevnið, sum er er eginogn í mun til samlaðu ogn og skyldur var 84 prosent, sum verður mett at verða sera gott.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 56,4 milliónir, harav fastar ognir 9,9 og ognir í umferð vóru 46,5 milliónir krónur. Harav var tøkur peningur 12,9 milliónir krónur.  Vørugoymslunar við árslok 2020 vóru 21,9 milliónir.

Felagið hevði við árslok 2020 onga langfreistaða skuld meðan stuttfreiðstaða skuldin var 8,5 milliónir, samanborið við 10,8 milliónir krónur í 2019.

Gjaldførið var sera gott í 2020, har gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var heili 547 prosent sammett við 446 prosent fyri 2019.

Spf. Tavan er tí ein fíggjarliga sterk fyritøka, sum bæði kann vísa á ein góðan rakstur síðstu árini, og hevur ein høgan eginpening, onga langfreiðstaða skuld og hevur eitt gott gjaldførið.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,5 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av Spf. Tavuni eru Spf. Largo, Spf. J.E., Spf. JMR, Norðoya Íløgufelag og Insula AS, sum er eitt norskt felag.

Stjóri í Tavuni er Joen Magnus Rasmussen og nevndarformaður er Ingvar Joensen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2021

13 Leygardagur 20. november 2021

Heiðraðu trimum fólkum innan ferðavinnuna

Sunniva Arge, Tummas Láadal og ferðamannaskipið Norrøna vóru heiðrað á Ferðavinnustevnuni

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, Sunniva Arge, Hotel Hafnia, og Tummas Láadal, Hotel Føroyar (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum fríggjakvøldið vórðu heiðursbrøv handað til fólk í ferðavinnuni.

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Sunniva Arge, sum hevur starvast í skjótt 30 ár á Hotel Hafnia, fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:

“Hon er álitið sjálvt. Altíð til reiðar at hjálpa, eisini tá ið tað ikki er hennara uppgáva. Trúfesti hennara røkkur langt út um egið arbeiðspláss. Hon er altíð klár við eini hjálpandi hond til øll í ferðavinnuni. Hon dugir at síggja tað stóru myndina og virðið av samstarvi í vinnuni. Øll kenna hana, og øll ringja til hana. Hon er arbeiðssom sum fáur. Hon hevur ongantíð frí og heldur ikki feriu uttan teldu. Hon góðtekur ikki órøkjuskap, og tað fáa fólk at vita uppá hennara máta. Hetta verður góðtikið, tí at í roynd og veru er hon ein inspiratión og fyrimynd fyri øll rundan um seg.” 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Tað var Norröna, sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Í svartastu kreppu í ferðavinnuni vístu tey dirvi. Hóast eingi ferðafólk sluppu til Føroya, fóru tey í holt við stórar broytingar fyri at røkka nýggjum málbólkum og at lyfta góðskustøði. Hon var eingin ársungi longur, so ábøtur kravdust. Talan bleiv tó um eitt fullkomið hamskifti og eina heilt nýggja útsjónd. Hon vaks í vavi, og íløgan var stór. Í eini myrkari tíð var hetta eitt ljóspunkt, sum varskógvaði álit á framtíðina og dirvið at seta nýggjar og stórar ætlanir út í kortið og stevna móti tí ókenda.”

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Tummas Láadal á Hotel Føroyum var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:

“Vit kenna hann øll. Trúfastur, álítandi og hjálpsamur. Hann stýrir sítt øki við fastari hond. Við dugnasemi meðan alt hurlar rundan um hann. Hann er eygað í ódnini. Hann hevur verið við til at byggja upp eina tænastuvinnu, og hann hevur als ikki lagt frá sær. Hann heldur fram at finna uppá, laga til og stremba eftir tí lýtaleysa avrikinum. Hegnisliga stendur hann á odda fyri einum tiltaki fyri og øðrum eftir. Hann hevur tendrað mangan neista og er ein sonn eldsál.”

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri kunningarstovurnar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

14 Leygardagur 20. november 2021

Fýra ikon innan føroyska matlist

Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni verða heiðraðir í nýggju matstovuguidini, FaroeBest

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um so var, at ætlaði galladøgurin hevði verið hildin sunnukvøldið í sambandi við at nýggja matstovuguidin Faroe Best varð løgd fram, so hevði tað nokk eisini verið hildið loyniligt hvørjir persónar vórðu kosnir ikon, halgimyndir, ella serligar fyrimyndir fyri føroyska matlist.

Men nú er tiltakið útsett til februar, og tí er tað í dag vorðið greitt og alment, at teir fýra ikoniseraðu matpersónligheitirnar eru Leif Sørensen, Gutti Winther, John Mikkelsen og Birgir Enni.

Leif Sørensen er ikoniseraður fyrr av Bent Christensen og hansara Den danske Spiseguide. Tað var í 2017, tá hann fekk henda heiður fyri sítt arbeiði við at menna góðan mat úr føroyskum rávørum, og fyri at hava verið við, tá tað norðurlendska manifestið fyri Ny Nordisk Mad, varð undirskrivað í 2013 – ein ætlan, ið hevur verið ein leiðandi viti fyri norðurlendskar matstovur hesi seinastu árini, og sum eisini fær heiðurin fyri, at norðurlendskar – og eisini føroyskar – matstovur eru komnar so langt hesi seinastu árini.

Leif Sørensen var annar føroyingur, ið varð hevjaður til ikon í Den danske Spiseguide. Hin er Jan Restorff, vælumtóktur vertur á donsku michelinmatstovuni Søllerød Kro.

Nú føroysk ikon skuldu kjósast í sambandi við úgváguna av Faroe Best, varð tið hildið at vera eitt gott høvi til enn einaferð at gera vart við tað íkast, sum Leif Sørensen hevur gjørt fyri føroyska matmentan.

Hini ikonini eru Gutti Winther, kokkur, serliga kendur frá sínum sjónvarpsframleiðslum – Spískamarið. Seinastu tíðina hevur hann eisini havt egi virki við katering, altso at matgera til samkomur ‘úti í býnum’.

Og so fryntligi verturin og víntænarin í matstovunum Heima í Havn, John Mikkelsen, og navnfræmi kavarin, skiparin og kokkurin, Birgir Enni, sum verður sagdur at vera tann, ið lat eyguni hjá føroyingunum upp fyri etandi ríkidøminum í sjónum – matur, ið ikki endiliga nýtist at verða kókaður ella stoktur áðrenn tú setir tenninar í hann, eitt nú tari, øða, krabbi og igulker.

Grundgevingarnar fyri at geva hesum fýra henda serliga heiður ljóða soleiðis. Teksturin er leysliga týddur úr enskum.

[object Object]

Leif Sørensen:

Tá mentanarsøgan inniber mat sum grundarlag fyri at yvirliva, so gerst føroyski kovin ein skitsa í umbroytingini frá at hava verið tað alneyðuga í øldir til í nútíðini at vísa seg at vera eindømis smakkir, ið einans hendingaferðir náa øðrum londum.

At greiða mongu brigdini í náttúruni og njótingina av smakki við kreativari hugsan, vitan og við hjálp at nýmótans tøkni, at vekja undran í gastronomiska heiminum bæði innan- og uttanlands – tað er eyðkennið hjá Leif Sørensen.

Við allari virðing, er Leif heilin aftan fyri arvin, sum gastronomiski pallurin í Føroyum byggir á. Hann er ein sonn halgimynd – ikon.

[object Object]

Gutti Winther:

MATUR, FÓLK OG NÁTTÚRA – EYÐKENNIÐ GUTTA WINTHERS

Fyri Gutta Winther er matur tað sama sum framúrskarandi føroyskar rávørur frá fjalli, vatni og sjógvi, frá tí, ið grør í náttúruni og frá tí, ið verður dyrkað, frá soppum og urtum til røtur, lamb, villinikjøt og bjargafugl. Siðsøga og skapanarevni fylgjast.

Miðlan er hansara styrki

[object Object]

John Mikkelsen:

Nógvar dygdir eru neyðugar sum matstovuleiðari. Tað er ikki bara ansa eftir, vera til staðar, tæna, práta meðan meðan skynsemiskynsstrið (the art of discretion) verður sýnt.

At kunna týða ynski og væntanir gestanna er ein av nógvum talentum, sum John Mikkelsen eigur.

[object Object]

Birgir Enni:

At vera veiðimaður er ein virðismikil menniskjalig dygd, ið Skaparin hevur hugsað um. Tað er ikki ein og hvør, ið eg gávaður við hesi dygd, ið skapar gleði fyri so mong.

Birgir Enni er ímyndin av einum veiðimanni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

15 Leygardagur 20. november 2021

Faroe Best: Koks er ársins matstova í Føroyum

Nýggj matstovuguide hevur kosið Janus Sørensen til ársins kokk og Hallartún til ársins gjøgnumbrot á matstovuøkinum. 13 heiðurslønir verða givnar tilsamans

Janus Einar Sørensen, her saman við medkokkinum á Húsagarði, Rannvá Beder (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Koks er (framvegis) besta matstova í Føroyum, og er eisini vald til ársins føroysku matstovu í nýggju føroysku matguidini, Faroe Best 2021, sum júst er givin út á sama forlagi, sum eisini gevur út Den danske Spiseguide.

Men tað eru so nógva aðrar matstovur, sum fáa uppibornan heiður í Faroe Best 2021.

Hallartún, sum er matstovan á Hotel Hilton Garden Inn verður mett sum ársins gjøgnumbrot, meðan Janus Einar Sørensen á Húsagarði, matstovuni á Hotel Brandan, er ársins kokkur (Chefprofile, inspiring, modern anno 2021) sambært Faroe Best.

Harvið eru teir tríggir stóru aktørarnir, sum virka á økinum – Gist & Vist, Hilton/Atlantsflog og Hafnia/Brandan/Smyril Line – umboðað í teimum heiðurslønunum, sum kunnu metast at vera tær tungastu.

Ætlanin var, at handanin av heiðurslønunum skuldu fara fram á einum galladøgurða sunnudagin, men hesin er nú útsettur til 6. februar.

Men avdúkingarnar eru nú almennar við tað at bókin er tøk at keypa umvegis www.booksforcooks.dk

[object Object]

Vinnararnir eru hesir:

Ársins matstova: Koks. Hini tilnevndu: Húsagarður, Munkastova og Hallartún

Ársins gjøgnumbrot: Hallartún. Hini tilnevndu: Munkastova og Húsagarður

Ársins kokkaprofilur: Janus E. Sørensen, Húsagarður. Hini tilnevndu: Poul Andrias Ziska, Koks, Áki Herálvsson, Hallartún, og Teitur Christiansen, Fútastova

Ársins sommelier (víntænari): Karin Visth, Koks. Hini tilnevndu: Ólavur í Búrstovu, Hallartún, og Moritz Müller, Ruts

Ársins matstovuprofilur: John Mikkelsen, Áarstova. Hini tilnevndu: Ólavur í Búrstovu, Húsagarður og Mike Uhre, Munkastova

Ársins kjøt: The Tarv. Hini tilnevndu: Áarstova og Hallartún

Ársins fiskur/skeljadjór umframt ræst: Munkastova (matstovan umborð á Norrønu). Hini tilnevndu: Barbara, Ræst og Etika

Ársins omaná/kaka: Munkastova. Hini tilnevndu: Hallartún og Húsagarður

Ársins vín & avec: Húsagarður. Hini tilnevndu: Koks og Hotel Føroyar

Ársins grøna borðreiðing: Ruts (matstovan á Hotel Føroyum). Hini tilnevndu: Hallartún

Ársins appetizers/breyð: Koks. Hini tilnevndu: Munkastova og Húsagarður

Ársins smyrjibreyð: Fiskastykkið í Sandavági. Hini tilnevndu: Bitin og Munkastova

Ársins gist og et stað: Hilton Garden Inn. Hini tilnevndu: Hotel Brandan og Hotel Føroyar 

[object Object]Karin Visth, ársins víntænari

[object Object]John Mikkelsen, ársins matstovuprofilur (Savnsmynd: Birgir Kruse)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

16 Leygardagur 20. november 2021

Hesar 18 matstovurnar fáa viðmæli í Faroe Best

Hygg hvussu nógvar stjørnur tær ymsu føroysku matstovurnar hava fingið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

18 matstovur verða viðmældar ella nevndar í nýggju og fyrstu matstovuguidini yvir føroyskar matstovur. Bókin eitur Faroe Best 2021, og tað er forlagið hjá Bent Christensen, ið eisini gevur Den danske Spiseguide út, sum er útgevari.

Metingin av matstovunum er tí tann sama, sum Den danske Spiseguide brúkar.

Besti karakterur í hesi guideni er ein Globus, sum verður givin teimum matstovunum, sum eru í absoluttum heimsflokki. So langt er ongin føroysk komin enn.

[object Object]
(Instagrammynd: Koks)

Næstbesti karakterur eitur EEE, stendur fyri ‘Europa Exclusive Elite’, sum kann metast við tríggjar stjørnur hjá Michelin. Og her finna vit matstovuna Koks.

Síðan kemur karakterurin Sól, ið er ætlaður matstovum, sum stremba eftir og hava møguleika at koma upp á EEE-støði. Heldur ikki her er nøkur føroysk.

Harnæst koma stjørnurnar. Tríggjar stjørnur verða givnar fyri matstovur har trygd er fyri altíð at fáa mat, tænastu og vínúrval á (donskum) toppstøði. Tvær stjørnur verða givnar matstovum ið geva eina avbjóðandi og spennandi uppliving og køna vegleiðing viðvíkjandi víni. Ein stjørna verður givin matstovum, ið liggja oman fyri (danskt) meðal á sínum øki.

Herundir er eisini ein ‘knívur&gaffil-kategori’ ið verður givin matstovum við ‘áhugaverdum køki og góðum prísstøði’.

[object Object]
(Instagrammynd: The Tarv)

Hesar matstovur fáa 3 stjørnur: Hallartún, Húsagarður, Munkastova og The Tarv

Hesar matstovur fáa 2 stjørnur: Áarstova, Barbara og Bitin

Hesar matstovur fáa 1 stjørnu: Katrina Christiansen, Ræst og Ruts

Hesar matstovur fáa ‘knív&gaffil’: Etika, Fiskastykkið, Hafnia og Skeiva Pakkhús.

So eru tríggjar matstovur, ið eru við í guidini, men ikki dømdar endaliga til hesa útgávuna. Tær eru Angus, Brimborg við Gøtugjógv og Fútastova.

[object Object]
(Instagrammynd: Húsagarður)

Koks og Húsagarður best til vín
FaroeBest dømir eisini vínúrvalið hjá matstovunum, og her eru tað bert sjey av matstovunum, ið eru við í hesi dømingini.

Trý víngløs verða givin fyri eitt frágera gott og breitt úrval. Ikki bara tá tað kemur til vín, men eisini til avec, annað spiritus umframt kaffi og te: Tvær matstovur eru í hesum flokkinum: Húsagarður og Koks.

Tvey víngløs verða givin fyri  merkisvert og vælskipað vínúrval. Fimm føroyskar matstovur koma undir henda flokkin: Áarstova, Barbara, Hallartún, Munkastova og The Tarv.

[object Object]
(Instagrammynd: Suppugarðurin)

Tær, ið ikki eru nevndar
Sum sagt, so eru tað 18 matstovur, ið eru nevndar í FaroeBest-guidini. Harvið eru tað eisini nakrar, sum ikki eru tiknar við, helst tí ummælararnir hjá Den danske Spiseguide ikki hava havt stundir ella ikki hava vita av teimum.

Harvið eru eisini nakrar ella fleiri, ið ikki hava fingið ummæli. Onkur teirra hevði kanska havt tað uppiborið ímillum hesar: Suppugarðurin, Víngarðurin, Hvonn, Karet, Haps, Geisa, Seven, Toscana og Irish Pub í Havn umframt Gásadalsgarður, Gjáargarður, Hotel Runavík, Cibo, Rose’s, Muntra og Zorva.

Umframt allar caféirnar, ið eisini borðreiða við góðum mati, eitt nú Paname, Kaffihúsið, Umami, Brell, Kaspar, Fríða, Mormor og Glasstovan.

Og helst eru nakrar afturat eisini, sum eru gloyndar her.  

[object Object](Instagrammynd: Café Fríða)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

17 Leygardagur 20. november 2021

Laksur frá Hiddenfjord á føroyska marknaðin

Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum

Mynd: Hiddenfjord
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú ber til at keypa fryst laksastykki og -fløk frá Hiddenfjord í matvøruhandlum kring landið. Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum.

- Í nógv ár hava fólk spurt, hví ein ikki kann keypa okkara laks í handlum í Føroyum, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.

- Vit gleðast um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum møguleikan at njóta okkara laks, ið nógv kring heimin meta vera ein tann besti.

Ein av orsøkunum til, at laksurin hjá Hiddenfjord er serligur, er, at hann er pakkaður einans tríggjar tímar eftir tøku. Hetta tryggjar bestu góðsku.

- Fyri at tryggja bestu vøruna til brúkaran, pakka og frysta vit stykkini innan tríggjar tímar eftir at fiskurin er tikin. Hetta ger vøruna heilt serstaka, sigur Heiða G. Nolsøe, vøru- og framleiðslumennari hjá Hiddenfjord.

Vanliga verða laksastykkir framleidd úr rávøru, sum hevur ligið á goymslu í tríggjar til seks dagar, áðrenn flakaskeringin fer fram. Tá eru beinini bleyt og kunnu lættliga takast úr flakinum. Tá ið laksurin verður frystur einans tríggjar tímar eftir tøku, er kjøtið so fast, at tað er ómøguligt at taka beinini úr.

Tað er tó sera lætt og skjótt at taka beinini úr, tá ið laksurin er tiðnaður. Ein leiðbeining um, hvussu beinini skulu takast úr, liggur í hvørjum pakka, og Hiddenfjord hevur eisini framleitt ein stuttan film, sum vísur, hvussu ein tekur beinini úr.

Vøran er at finna í tveimum støddum, 500g laksastykki og 1100g laksaflak. Ein ókeypis tong og uppskrift fylgir við, tá tú keypir laks frá Hiddenfjord.

Hiddenfjord er ein familjufyritøka, sum hevur stórt virksemi í Føroyum. Smolt verða ald  á smoltstøðini á Fútakletti og laksurin settur út á Sørvágsfjørð, á Miðvág, í Vestmanna og á Hestfjørð. Allur laksurin verður  kruvdur og góðskaður á góðskingarvirkinum í Sørvági og seldur um allan heim. Tilsamans arbeiða um 200 fólk hjá Hiddenfjord.

Hiddenfjord leggur dent á burðardygd, og var fyrsta alifyritøka í heimum at gevast við flogflutningi av laksi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

18 Leygardagur 20. november 2021

Taka framkomna tøkni í nýtslu fyri at týna rottu

Nýggj tøkni er nú tikin í nýtslu í bardaganum móti gnagdýrum í Tvøroyrar kommunu.  Málið er ein meiri miðvís og úrslitagóð rottutýning, sum samstundis er eiturfrí

Rune Barslund, stjóri, Arctic Systems, og Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, Tvøroyrar Kommuna (Mynd: tvk.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Arctic Systems, ið hevur ment og framleitt RATMO skipanina, sum við hjálp frá sensorum, ‘big data’ og tilgjørdum viti frá IBM, tryggjar eina munagóða rottutýning, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Hugskotið er einfalt, men tøknin aftanfyri er alt annað. Í staðin fyri alsamt at spjaða rottueitur í náttúruna, so er hugskotið at nýta heilt vanligar klappfellur. Kommunan hevur í løtuni 226 rottukassar kring um í sóknini, og avbjóðingin er sjálvandi, at tað ber ikki til at hava dagligt eftirlit við so nógvum klappfellum.

Her kemur RATMO-tóleindin til hjálpar, sum tá ið hon er viðheft eina klappfellu, sjálvvirkandi sendir boð aftur til eina telduskipan, tá fellan er klamsað í. Skipanin sigur frá um eitt livandi skaðadjór situr í felluni ella um skaðadjórið er dripið beinanvegin. 

Starvsfólkið við ábyrgd fyri rottutýning hevur eina app á telefonini, sum gevur sjálvvirkandi boð um hvar og nær eitt skaða djór er komið í felluna. Samstundis verða dátur innsavnaðar, so sum tíð av degi og hitastig, tá ið fellan gerst virkin. Hesi hagtøl kunna yvir eitt tíðarskeið geva okkum eina nógv neyvari vitan um skaðadjór, og hvussu hesi skilabest kunna týnast.

Nevnast kann, at Tvøroyrar Kommuna higartil í 2021 fingið 28 fráboðanir um rottu, og í 21 førum er rotta sædd, meðan í 7 førum er talan um fráboðan um avleiðingar, sum verða mettar at stava frá rottu. Í trimum førum verður fráboðað um rottu ella illgruna um rottu innandura, m.a. í kjallara og í tómum húsum.

Tá kommunan fær eina fráboðan um rottu, skal kommunan í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir fráboðanin er móttikin, fremja eftirlitsvitjan á staðnum og skal beinanvegin seta neyðug tiltøk í verk ella geva boð um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

19 Leygardagur 20. november 2021

Klaksvíkar kommuna 18,8 milliónir í halli

Orsøkin er at nógvar átrokandi og týdningamiklar verkætlanir eru í ger, sigur kommunan

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2022.

Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fær eitt hall á 18,8 milliónir krónur.

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu er komandi ár mettar til 310 milliónir. Av teimum 310 milliónir eru 111,5 milliónir krónur settar av til íløgur. Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75 prosent og 5.500 krónur, skal vera óbroytt í 2022.

- Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í ger. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Á fundinum tók býráðið somuleiðis undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera.

Umsitingin hevur saman við SMJ millum annað arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

20 Leygardagur 20. november 2021

Magnus Heinason setti kós móti Kroatia

Skipið, sum skal sigla við ferðafólki í Adriahavi, eitur nú Mito

Magnus Heinason/Mito á seinastu ferð út um Borðuna á veg til Split í Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Herfyri gjørdi Havstovan avtalu um sølu av gamla havrannsóknarskipinum, Magnus heinason til eitt felag í Kroatia. Søluprísurin var 1,1 milliónir krónur.

Í Kroatia skal Magnus Heinason umbyggjast, og fer, tá umbyggingin er liðug, at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum. Magnus hevur fingið nýtt navn, og eitur nú Mito.

Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru í hvussu ymisku tólini umborð verða brúkt, og mikumorgunin legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia, skrivar Havstovan á heimasíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

21 Leygardagur 20. november 2021

Koma helst ígjøgnum tíðliga næsta ár

Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og tað resta stutt omanfyri 500 metrar eftir í. Ein gongd í tunlinum hevur seinkað arbeiðnum

Í Traðardali hevur verið borað sum vant - ein gongd hinumegin hevur lagt meinbogar í vegin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku vórðu 79 metrar boraðir í alt í Sandoyartunnlinum, og nú eru í alt 10.269 metrar av 10.786 metrum boraðir. Sostatt eru nú 517 metrar eftir at bora.

Tað varð borað greitt meira í Traðardali, har tað í alt eru boraðir 5.531 metrar.

Fyrr í mánaðinum rendi toymi seg í eina gongd, sum gongur tvørtur um tunnilin, og hetta seinkaði arbeiðinum á Gomlurætt, tí borað varð styttri fyri hvørja spreingin.

Teitur Samuelsen tunnilsstjóri sigur við KvF, at ferð er komin aftur á arbeiðið, nú komið er fram við gongini. Tó staðfestir stjórin í tunnilsfelagnum, at seinkingin ger, at tað er ósannlíkt at komið verðu ígjøgnum fyri jól.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

22 Leygardagur 20. november 2021

Mark sleppur at byggja í Skálavík

Lendið er so at siga klárt, so mett verður at farið verður í gongd sum skjótast

(Mynd: Mark Skálavík)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í næstum fer Mark undir at byggja tíggju íbúðir í Skálavík.

Skálavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at grundøkið herfyri varð bjóðað út, og feistin var í vikuni.

Fleiri enn eitt boð kom inn, men í kommununi hava tey gjøgnumgingið uppskotini, og meta at Mark Skálavík eigur besta uppskotið. Ætlanin hjá felagnum er at byggja tíggju leiguíbúðir.

Linjohn Christiansen, borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið.

Íbúðarbygningurin er í einari hædd, og tí kemur hann ikki at órógva – hvørki í hædd ella í bygdarlagnum sum heild, verður sagt.

Skálavíkar kommuna og Mark eru farin undir fyrireikingina at fáa sáttmála undirskrivaðan, og mett verður ikki at hetta fer at taka langa tíð.

Lendið er so at siga klárt, so mett verður at byggingin kann fáast frá hondini sum skjótast, sigur Linjohn Christiansen.

Grundøkið er 3.730 fermetrar stórt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

23 Leygardagur 20. november 2021

Fara undir at byggja nýtt bridgehús

Verður væntandi liðugt í september 2022

Frá vinstru Mads Guttesen og Marjun Restorff, umboð frá Brigdehúsinum, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin varð sáttmáli undirskrivaður millum sjálvognarstovnin Brigdehúsið og byggifelagið Articon um heildarveiting av nýggjum brigdehúsi við Hoydalsvegin í Havn.

Farið verður undir jørð- og lendisarbeiðið sum skjótast. Timburelementini verða framleidd í nýggju elementhøllini hjá Articon á Sundi, og væntandi er verkætlanin liðug um hálvan september 2022, verður upplýst á heimasíðuni hjá Articon.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

24 Leygardagur 20. november 2021

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin

Eitt ungdómsráð er valt, við ungum úr 6. flokki og upp til 10. flokk. sum skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Eitt ungdómshús letur eisini upp í næstum

Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita - fimm næmingar millum 6.-10. flokk umframt tvey umboð fyri bygdaráðið (Mynd: eidi.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin. Hetta vísur kommunan við at seta nøkur átøk í verk, sum skulu hækka ávirkanina hjá ungdóminum og betra um trivnaðin.

Á heimasíðu sínari skrivar kommuna, at eitt ungdómsráð valt. Tað skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Í ungdómsráðnum eru fimm ung úr 6. flokki og upp til 10. flokk, og harafturat eru tvey umboð fyri bygdaráðið við.

Boðað verður samstundis frá, at í næstum letur Eiðis kommuna upp eitt ungdómshús, sum fer at húsast í sama bygningi sum frítíðarskúlin. Ungdómstilboðið er ætlað ungum frá 4. flokki og upp til 10. flokk. Tað verða Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Joensen, sum koma at taka sær av ungdómshúsinum, skrivar eidi.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

25 Leygardagur 20. november 2021

Fyrsta navnið á Voxbotn avdúkað

Hugorm við millum annað Simon Kvamm spælir á Voxbotn 2022

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir komu sníkjandi inn á danska tónleikapallin, og bitu av álvara frá sær, sjálvt um 2020 eisini í tónleikavinnuni varð eitt sermerkt ár. 

Oddamaðurin hevur røtur úr Føroyum, er vælkendur føroyavinur, og tey flestu kenna hann úr bólkinum Nephew. Nú kemur hann endiliga aftur til Føroya. Bergtakandi Simon Kvamm, sum saman við nýggja bólki sínum Hugorm, fer at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022. 

Umframt tónlistarligu gávurnar, so er Simon Kvamm eisini kendur fyri at savna áhoyrarnar, og vit vænta tí eina orkumikla og dynamiska framførslu, tá hann saman við Árna Bergmann og Morten Gorm trínur á pallin.

[object Object]

Nýggja trio'in hevur við konsertferðini ”Kom vi Flygter” veruliga bitið frá sær, og áhoyrararnir hava verið seldir. Dreymurin um at bjóða vanligu konsertupplivingini av, við tónlistarligu søguni um eitt menniskja, sum berjist ímóti sær sjálvum, er eydnaður til fulnar. Teirra konsertir hava fingið framúr skoðsmál frá ummælarum. Gaffa ummælarin gav fimm stjørnur og skrivaði: ”Det er simpelthen genialt, intet mindre”, og í løtuni eru teir í uppskoti at gerast bæði Ársins bólkur og Ársins nýggja Livenavn í Danish Music Awards 2021.

Fyrsta lagið ”Folk skal bara holde deres kæft” kom út í 2020, og síðani eru fleiri vælumtókt løg komin. Í august í ár kom so nýggjasta lagið og konseptið "Rejsdigop Sætdigned" á marknaðin. Talan er sostatt um eina háaktuella trio, sum kemur á Voxbotn 2022 25. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

26 Leygardagur 20. november 2021

Leysu træðrirnir í undanfarnum bókum verða bundnir saman

"Fáur fær tráðin heilt slættan" eitur nýggjasta bókin í tríverkinum hjá Sólrún Michelsen

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggja bókin "Fáur fær tráðin heilt slættan" eftir Sólrún Michelsen, kom á marknaðin í dag. Bókin er framhald av vælumtóktu skaldsøgunum “Ein táttur er Silvur” og “Ein annar er Gull”. 

Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini, skrivar Sprotin, ið gevur út tríverkið, á heimasíðu síni.

Men nógv er at koma til sættis við. Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva? Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

27 Leygardagur 20. november 2021

Ævisøga um virknan vágbing

Absalon Absalonsen hevur skrivað umfatandi verk um Dias á Heyggi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Virkni rithøvundurin Absalon Absalonsen er júst komin út við enn eini bók. Her er talan um ævisøguna um vinnulívsmannin og reiðaran Johan Andreas Godtfred í Vági, eisini kallaður Dias á Heyggi.

Bókin, sum er knappar 480 síður við hópin av myndum kallast “Dias á Heyggi og samtíð hansara” við undirheitinum “Rokskipari, vinnulívsmaður og prædikumaður”.

Absalon skrivar soleiðis um Dias á Heyggi í fororðunum:

- Í deyðsiglaratíðini – áðrenn skipini fingu motor – var Dias nógv umtalaður og víðagitin millum føroyingar, tá ið hann sum skipari var bestur at fiska fleiri ár á rað. hetta er vert at geva gætur, men í sínum bestu árum gavst hann at føra skip og fór undir handils- og reiðaravirksemi, og samstundir nýtti hann meira tíð til at vera virkin í samkomuni Bethel í Vági, sum hann sjálvur hevði verið við til at seta á stovn.

Umframt at greiða frá virkinum, bæði sum skipari, reiðari og prædikumaður, umrøður Absalon í bókini eisini ættina og børnini hjá Dias á Heyggi.

Bókin er givin út á egna forlagi Absalons, kallað Lítli Løkur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

28 Leygardagur 20. november 2021

Blue Velvet – nýggj framsýning í Víngarðinum

Tekstillist hjá Randi Samsonsen letur upp leygardagin

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í dag letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen.

Heitið á framsýningini, Blue Velvet, sipar bæði ítøkiliga til verk, sum eru framleidd úr djúpbláum velour, men heitið er eisini myndamálsliga hugsað við atliti til huglagið á framsýningini, sum um somu tíð er nostalgiskt og progressivt.

Talan er um tekstillist – tað taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við, kela ella kanska beinleiðis balla seg í. Kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og netmynstrum.

Eitt monumentalt verk er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari og minnir næstan um persiennur ella okkurt slag av gardinum. Strípurnar eru partvíst bláar í einum velourklæði, sum er sett saman við einum blómuprýddum klædnastykki og tí, at figuratión ofta vinnur av tí, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað fyrst blómurnar, tú sært. Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið tekur seg fram í myndini. Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi.

Ein annar grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir.

Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so er tað minnini, sum bæði tilfar og litir seta gongd á.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

29 Leygardagur 20. november 2021

12 jólahald í høvuðsstaðarkommununi

Frá 27. november til 14. desember verða jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í næstum verður skipað fyri 12 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 27. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 28. november kl. 16. Havnar Hornorkestur spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 28. november kl. 16. GHM spælir. Bergur Dam Jensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 28. november kl. 18. GHM spælir. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 1. desember kl. 17. Havnar Hornorkestur spælir. Kári Johansen, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 15.30. GHM spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 4. desember kl. 17. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 4. desember kl. 18. Havnar Hornorkestur spælir. Ejler Johannesen og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 18. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 16. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Óluva Zachariasen og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 17. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað við týsdagin 14. desember kl. 17.30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

30 Leygardagur 20. november 2021

Frágreiðing: Luftdálking orsøkin til yvir 300.000 deyðstilburðir um árið

Sambært frágreiðing hjá evropeiska umhvørvisstovninum, EEA, var luftdálking orsøkin til, at 307.000 fólk doyðu ov tíðliga í 2019

Sarajevo, Bosnia Hersigovina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nógv mannalív høvdu kunnað verið bjargað, um øll lond yvirhildu nýggju leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, staðfestir ein nýggj frágreiðing, sum evropeiski umhvørvisstovnurin, EEA, almannakunngjørdi í vikuni.

Sambært frágreiðingini var luftdálking orsøkin til, at 307.000 evropearar doyðu ov tíðliga í 2019. Hetta byggir á kanningar úr 41 evropeiskum londum, skrivar Ritzau.

Tað var í september, at Heimsheilsustovnurin, WHO, herdi leiðbeiningarnar fyri hægstu nøgdina av skaðiligum evnum í luftini, og hevði mann kunnað sloppið unandan 178.000 – ella 58 prosent av teimum 307.000 andlátunum – um leiðbeiningarnar vórðu fylgdar.

Heimsheilsustovnurin hevur áður sagt, at luftdálking er størsti umhvørvisligi vandin fyri heilsuna hjá fólki í ES og í øðrum evropeiskum londum. Tað eru serliga býarfólk, sum eru í vanda.

Frágreiðingin hjá EEA staðfestir tó eisini, at luftgóðskan í 2019 var munandi betri enn í 2018. Í 2018 var luftdálking, sambært frágreiðingini, orsøkin til, at  346.000 fólk doyðu ov tíðliga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

31 Leygardagur 20. november 2021

Bretland heldur fram við oljuvirksemi nær Føroyum

Eftir at skotski fyrstiráðharrin boðaði frá, at stjórnin fer at ganga ímóti nýggjum oljuútbyggingum, eitt nú Cambo við føroyska markið, svaraði bretska stjórnin aftur hósdagin: Bretland fer at halda fram við oljuvirkseminum

Bretski forsætisráðharrin hevur fyrr sagt, at hann fer ikki at ganga mótmælisfólkum á møti og steðga ætlaðu útbyggingini av Cambo oljukelduni við føroyska markið. Nú vísir hann eisini aftur ynski hjá skotsku SNP stjórnini at steðga øllum nýggjum oljuvirksemi. Bretland fer at hava tørv á olju leingi aftrat
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað mundi koma sera óvart á og dátt við hjá teimum hundraðtúsundtals skotunum, sum arbeiða í ella liva av olju- og gassvinnuni, tá skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon mikudagin boðaði frá, at hon og tey grønu í SNP stjórnini høvdu gjørt av, at Skotland skal gevast við bæði oljuleiting og útbygging av olju- og gassfeltum í Norðsjónum.

[object Object]

Økini millum Hetland og Føroyar goyma nógva olju, og hana ætlar Boris Johnson at fáa fatur á, nú Bretlandi fer at tørva olju og gass í fleiri áratíggju

Hetta segði hon tó vitandi, at tað í síðsta enda er bretska stjórnin í London við Boris Johnson á odda, sum fult og heilt eigur hesa avgerð. Og bretska stjórnin var skjót at vísa aftur skotsku útmeldunum.  

Í fráboðan hósmorgunin varð sagt, at tað ber ikki til at gevast við olju- og gassvirksemi í Bretlandi eftir eina nátt. Landið fer framhaldandi – í fleiri áratíggju at hava tørv á kolvetnum, og tí verður ikki steðgað við hvørki oljuleiting ella útbyggingum.

Fráboðanin var soljóðandi:  “There cannot be a “cliff-edge where oil and gas are abandoned overnight” which would put “British jobs and industries at risk”. Tað ber rætt og slætt ikki til á seta bæði størv og vinnu í vága við at steðga øllum oljuvirksemi.

Spurningurin um bretsku oljuframtíðina hevur tikið seg upp fyrst eftir, at oljufeløgini Siccar Point og Shell søktu um loyvi at fara undir eina stóra útbygging nær føroyska markið, og síðani í sambandi við COP26, har umhvørvisfelagsskapir og politikarar hava mótmælt útbyggingini, og har fyrstiráðharrin í Skotlandi hevur tikið undir við mótmælunum. Hetta hóast stjórnin í London áður hevur boðað frá, at hon fer ikki at taka aftur longu givin loyvi til oljufeløg at byggja út eina oljukeldu.

Í fráboðanini frá stjórnini verður tó sagt, at enn er eingin avgerð tikin um at ganga umsóknini til útbygging av Cambo á møti. Hetta er upp til fakliga orku- og eftirlitsmyndugleikan OGA, Oil and Gas Authority, at gera av. Tá er talan um reint tøkniligar ol. spurningar.

Umframt Cambo útbyggingina eru fleiri aðrar stórar olju- og gassútbyggingar eystan fyri Føroyar á tekniborðinum, og bíða eftir at fara av bakkastrokki. Talan er um Rosebank, tætt við markið, og sum norska Equinor stendur fyri, talan er eisini um Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og sum BP umsitur, og síðani er tað gasskeldan Glendronach, sum Total stendur fyri. Hon liggur eisini vestan fyri Hetland. 

[object Object]Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi leyp hvøkk á alt oljuumhvørvið í Skotlandi, tá hon segði seg vera ímóti at geva nýggj leiti- og útbyggingarloyvi til tess at kunna liva upp til veðurlagskrøvini 

Hóast grønt ljós enn ikki er givið til Cambo ella hinar útbyggingarnar, so verður mett, at hetta helst bara er ein avgreiðsluspurningur og sum snýr seg um at fyrihalda seg til eina umsókn, har umhvørvisparturin hevur stóran týdning eisini.

Fær Cambo grønt ljós so er sannlíkt, at hinar útbyggingarnar, tá tær koma á borðið hjá myndugleikunum, eisini fara sama veg, um so er, at tær lúka krøvini. Fyri Føroyar, sum hava bjóðað útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi í undirgrundini, hevur støðutakanin til Cambo stóran týdning. Tí við eini so stórari útbygging so tætt við markið,  er sannlíkt, at ein nýggjur infrastrukturur við oljumóttøkupalli og gassleiðingum á havbotninum kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar olju- og gassvirksemi føroysku megin markið.

Nú vit kenna politisku støðuna hjá stjórnunum í Skotlandi og Bretland, verður so bíðað eftir tí fakliga partinum, sum skal avgera lagnuna hjá Cambo. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

32 Leygardagur 20. november 2021

Norra fer ikki at áseta endadag fyri olju

Tað eydnaðist ikki Danmark at fáa stórvegis undirtøku á COP26 ráðstevnuni fyri sínum uppskoti til nýggjan felagsskap, sum skal fáa øll heimsins lond til at gevast við oljuvirksemi

Tað eydnaðist ikki danska forsætisráðharranum ella veðurlagsráðharranum at sannføra norska forsætisráðharran á COP26 at áseta ein endadag fyri oljuframleiðslu ella at gevast við oljuleiting
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umleið 10 lond og landaøki tóku undir við uppskotinum, nevnt "Beyond Oil and Gas Alliance." Millum hesi vóru eisini partar av Norðurlondum, nevniliga Svøríki og Grønland. Felagsskapurin vil hava lond at steðga allari nýggjari leiting eftir kolvetnum, gevast við útbyggingum av olju- og gassfundum og at áseta ein endadag fyri framleiðslu. 

Ein roynd hjá donsku stjórnini at fáa norsku grannarnar við í hesa rørslu gav einki úrslit. Norra var so heldur ikki til steðar, tá uppskotið varð reist fyrr í summar. 

Alt bendir á, at  Norra fer at halda fram við sínum olju- og gasvirksemi, tó at tað eisini  fer at leggja seg eftir at vera partur av grøna orkuskiftinum. Hvørki nýggja norska stjórnin ella ein stórur meiriluti í norska Stórtinginum taka undir við at gevast við at leita eftir og framleiða kolvetni. Eiheldur at áseta ein serstakan dag, tá framleiðslan skal stegða.  

Nýggi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur, at evropeisk lond fara at hava tørv á norskum gassi eisini undir skiftinum til varandi orku.  Hann var annars hjástaddur í Glasgow til COP26, har eisini danski starvsfelagi hansara, Mette Fredriksen, varð til staðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

33 Leygardagur 20. november 2021

Shell fer at broyta navn og flyta til London

Oljurisin fer við broytingunum at hava ein leiðandi leiklut í grøna orkuskiftinum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt av teimum størstu og elstu oljufeløgunum í heiminum, Royal Dutch Shell, fer í næstum at flyta høvuðsskrivstovuna úr Haag í Niðurlondum til London í Bretlandi. Samtíðis fer oljurisin at skifta navn. Tvs. at tað fer at strika nøvnini Royal og Dutch. Hetta boðar felagið frá í morgun.  

- At bera kongaliga heitið hevur verið kelda til stóran stoltleika og æru fyri Shell í meira enn 130 ár. Men framyvir fer felagið við nýggja uppskotinum ikki longur at kunna liva upp til tær rætningslinjur, sum skulu til fyri at varðveita heitið sigur felagið í fráboðan. Tí roknar nevndin við, at navnið Royal Dutch Shell plc. verður broytt til Shell plc. Partaeigararnir skulu tó góðkenna uppskotið fyrst.

Ætlanin at fara burtur frá kongaliga heitinum hevur verið í umbúnað í fleiri ár, men avgerðin er tikin í sambandi við, at viðurskiftini við Háland eru vorðin sera spent. Uttan nakra ávaring avgjørdi hálendski pensiónsgrunnurin ABP í farna mánað at gevast við sínum íløgum í Shell og í kolvetni sum heild, og í mai avgjørdi ein dómstólur í Hálandi, at Shell skal lækka útlátið av CO2 skjótari enn ætlað, skrivar Bloomberg News sambært ShippingWatch.

Broytingaruppskotið kemur minni enn ein mánað eftir, at ein bólkur av partaeigarum nevndur Third Point royndi at leggja trýst á Shell fyri at skilja frá restini av Shell tann partin, sum hevur við varandi orku og LNG at gera. Tað hevur stjórin, Ben van Beurden, síðani víst aftur.

- Við at gera bygnaðin einfaldari fer tað at normalisera partafelagsbygnaðin undir eini skatta- og lógfrøðilóggávu í einum einstøkum landi, og tað fer at gera okkum betri kappingarfør.  Shell fer at vera í eini betri støðu til tess at handfara møguleikar og at hava ein leiðandi leiklut í orkuskiftinum, sigur nevndarformaðurin Andrew Mackenzie.

Partaeigararnir í Shell skulu avkvøða um broytingarnar í Rotterdam 10. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

34 Leygardagur 20. november 2021

Annika Smith afturvald í Keypmannahavn

Fekk gott túsund atkvøður á kommunuvalinum týsdagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska Annika Smith, sum seinasta valskeiðið hevur sitið í býráðnum í Keypmannahavn, varð afturvald á kommunuvalinum týsdagin.

Annika Smith fekk 1.002 persónligar atkvøður, vísir fyribils valúrslitið, sambært Danmarks Radio. Talan er um eina lítla afturgongd fyri Anniku Smith, sum fekk 1.138 atkvøður fyri fýra árum síðani.

Hon varð sostatt vald sum hin fimta av seks umboðum hjá Socialistisk Folkeparti. Tað eru tilsamans 55 fólk í borgaraumboðanini, sum býráðið í danska høvuðsstaðnum verður kallað.

Enhedslisten er við 15 umboðum nú størsti flokkur í býráðnum í Keypmannahavn. Flokkurin fekk 24.6 prosent av atkvøðunum, altso setti fjórði hvør borgari í danska høvuðsstaðnum sína atkvøðu á Lista Ø.

Sosialdemokratiet gekk aftur við fimm umboðum, og hevur nú 10 sessir í borgaraumboðanini. Men flokkurin varðveitir borgarstjóran í landsins størstu kommunu. Sophie Hæstorp Andersen verður nýggjur yvirborgarstjóri. Síðsta valskeið var hon forkvinna fyri høvuðsstaðarregiónina.

Konservativi flokkurin er nú triðstørstur í Keypmannahavn við 8 umboðum, tey radikalu og SF fingu 6 umboð, Venstre 5, Alternativet 2 og Liberal Alliance, Nye Borgerlige og Dansk Folkeparti fingu hvør sítt umboð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

35 Leygardagur 20. november 2021

Ongland: Deyðstølini hækka – og tað skyldast ikki covid

Professari mælir til at seta fólk at granska tølini nærri - kann vera at heilsuverkið hevur verið so strongt av covid-19, at tað ikki hevur gjørt arbeiði sítt til lítar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heilsumyndugleikarnir í Bretlandi rópa nú varskó, nú tað vísir seg, at vera ein stórur hagtalsligur vøkstur í deyðatalinum, og hetta er ikki orsaka av covid-19.

National Health Service, NHS, vísir á, at ensku líkhúsini hava verið á tremur hesa seinastu tíðina við deyðum, sum onki hava við covid at gera.

Hagtøl vísa, at seinastu fýra mánaðirnir eru 20.823 fleiri fólk deyð í Onglandi og Wales, enn vanligt. Men bert 11.531 av hesum skyldast covid. Hetta merkir, at áleið 45 prosent av deyðstilburðunum hava aðrar orsøkir.

Serfrøðingar mæla til, at kanningar verða settar í verk, hvat hetta kann skyldast, skrivar blaðið Daily Express.

Carl Henegan, professari á universitetinum í Oxford, vísir á, at deyðstilburðirnir skyldast allar møguligar ymsar sjúkur, eitt nú hjartasjúkur, skorpnilivur og sukursjúku. Neyðugt er at kanna, um talan er um natúrlig fyribrigdi, ella um heilsuverkið hevði kunnað forðað fyri, at hesir tilburðir endaðu við at sjúklingarnir doyðu.

Við blaðið Telegraph hevur proffessarin sagt, at hetta kann vera eitt úrslit av, at sjúkrarøktin ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, nú alt fokus hevur verið á korona.

Í vikuni, sum endaði 5. november, vísa hagtølini, at tað vóru 1.659 fleiri deyðstilburðir, enn tað vanliga hevur verið hesa somu tíðina á árinum. Av hesum høvdu teir 700 tilburðirnir onki við covid at gera.

Talið av fólkum, ið eru deyð heima er eisini økt munandi hesa seinastu tíðina. Vøksturin var 40,9 prosent í mun til miðal hesi seinastu fimm árini.

Ensku hagtølini vísa, at tað nú í 18 vikur á rað hava verið munandi fleiri deyðstilburðir enn miðal hesi seinastu árini, og at ein stórur partur av hesum “yvirskoti” av deyðum ikki kunnu setast í samband við covid-19. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

36 Leygardagur 20. november 2021

Russland hevur sprongt egnan fylgisvein

Amerikanarar eru í øðini – hetta skapar burturkast í rúmdini, sum er til vanda fyri útgerð í ringrás um jørðina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russland hevur fingið øði í amerikanarar eftir at landið í eini roynd hevur sprongt ein av sínum egnu fylgisveinum kring jørðina við eini antifylgisveinarakett.

USA og amerikanska rúmdarumsitingin, Nasa, hava fordømt hendingini, og hava kallað hana ábyrgdarleysa og oyðileggjandi. Sagt verður, at leivdirnar frá sprongda russiska fylgisveininum nú er ein hóttan móti altjóða ISS rúmdarstøðini.

- Eg eri í øðini. Hetta er samvitskuleyst, segði Bill Nelson, leiðari fyri Nasa við AP tíðindastovuna.

- Tað er ótrúligt, at russiska stjórnin fremur eina slíka roynd, sum er ein hóttan, ikki bara móti altjóða rúmdarfólkunum, men eisini móti teirra egnu kosmonautum umborð á rúmdarstøðini, segði hann.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken og talsmaðurin hjá amerikanska verjumálaráðnum hava eisini brúkt lýsingarorð sum samvitskuleyst, oyðileggjandi, ábyrgdarleyst og vandamikið, skriva tíðindastovurnar.

USA upplýsir, at minst 1.500 vrakpetti frá bumbaða fylgisveininum nú liggja í ringrás um jørðina. Sambært USA mátti manningin umborð á altjóða ISS rúmdarstøðini leita sær skjól í serligum rúmdarhylkjum í tveir tímar fyri at verja seg móti vandanum frá russisku vrakpettunum. Talan hevur eisini verið um møguliga at rýma av støðini, verður sagt.

Umborð á ISS eru fýra amerikanskir austronautar, tveir russiskir kosmonautar og ein týskur astronautur.

- Vrakrestirnar, sum henda vandamikla og ábyrgdarleysa royndarspreingin hevur ført við sær, fara nú í áratíggjur at vera til vanda fyri fylgisveinar og aðra rúmdarútgerð, sum er neyðug fyri at øll lond kunnu varðveita síni trygdar-, býskapar- og vísunndaligu áhugamál, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Russland, USA, Kina og India hava øll ASAT-skipanir. India skjeyt í 2019 ein av sínum fylgisveinum. Eisini tá mótmælti USA í ógvusligum vendingum, tí eisini hetta var ein hóttan móti ISS, skrivar Reuters.

Í 2008 skutu amerikanarar ein fylgisvein, sum aftursvar til eina líknandi hending frá kinesiskari síðu árið fyri. Sambært AP vóru hesar spreingingar í eini lægri og nógv vandamiklari hædd, enn spreingingin, sum russar nú hava framt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

37 Leygardagur 20. november 2021

Í rúmdini fyri einum mánað síðani – nú er hann deyður í flogvanlukku

13. oktober var amerikanski íverksetin Glen de Vries ein av fýra fólkum, sum sluppu ein túr í rúmdina við rúmdarfarinum hjá Blue Origin, men seinasta hósdag doyði hann í einari flogvanlukku í New Jersey

Glen de Vries doyði í undanfarnu viku, 49 ára gamal (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri góðum mánaði síðani fingu fýra ferðafólk fingu eitt satt upplivilsi, tá tey fóru ein stuttan túr í rúmdina við rúmdarfarinum "New Shepard".

Ein teirra var 49 ára gamli amerikanski íverksetin Glen de Vries, sum var leiðari og stovnari av fyritøkuni Medidata Solutions. Men seinasta hósdag doyði hann í einari flogvanlukku í amerikanska statinum New Jersey.

Hann var ein av tveimum fólkum í einum lítlum flogfari av slagnum Cessna 172, sum datt niður í einum skógarøki nærindis Lake Kemah í Sussex County í amerikanska statinum. Hin persónurin doyði eisini, skrivar Ritzau.

Tað var 13. oktober, at Glen de Vries saman við trimum øðrum varð tikin uml. 106 kilometrar frá jarðarskorpuni út í rúmdina. Tað var ein stutt ferð, ið bert tók 11 minuttir.

Í rúmdarfarinum "New Shepard", sum fyritøkan hjá Jeff Bezos, Blue Origin, eigur, vóru millum annað eisini kanadiski sjónleikarin William Shatner, sum er kendur fyri leiklutin sum Kirk kapteinur í Star Trek-røðini. Hann er 90 ára gamal, og gjørdist hann sostatt elsti maður í rúmdini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021

38 Leygardagur 20. november 2021

Kvinna kann vera HIV-grødd uttan viðgerð

Kanska ein 30 ára gomul kvinna, hvørs andevni hava oydd HIV-virus í kroppi hennara, er lykilin til at basa HIV-smittuni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 30 ára gomul kvinna úr Argentina er eftir øllum at døma grødd fyri HIV, einans við egnari órinsverju. Tað er niðurstøðan í einum vísundaligari grein, sum dr.dk. endurgevur í dag.

Kvinnan fekk staðfest HIV í 2013. Hon búði tá saman við eini unnustu, sum var HIV-positiv, og ikki í viðgerð við heilivági. Hon varð eftir øllum at døma smittað tá.

Granskararnir kunnu ikki siga við 100 prosent vissu, at kvinnan er fullkomiliga grødd. Men hesi seinastu átta árini hava tey kannað kvinnuna aftur og aftur uttan at finna virus í kroppi hennara.

- Vanliga, tá ein persónur verður smittaður við HIV, finna vit virus í blóðinum, og rættiliga skjótt vil persónurin hava 100.000 til milliónir av viruskopium pr. millilitur av blóði, sigur Ole Schmeltz Søgaard, professari á Aarhus Universitet, har hann granskar í HIV, við dr.dk. Hann hevur hugt at kanningarúrslitunum frá argentinsku kvinnuni.

- Men her hava granskarar ikki megna at finna virus í blóðnum hjá kvinnuni, vísir professarin á.

Hinvegin kunnu granskararnir staðfesta, at kvinnan hevur gjørt andevni móti HIV-virusinum.

- Tá hon ger andevni, er tað tekn um, at virusið hevur verið í kroppinum, sigur Ole Schmeltz Søgaard.

Hevur onga viðgerð fingið
Argentinska kvinnan hevur onki slag av viðgerð fingið. Harvið er hon eitt av ógvuliga fáum fólkum í heiminum, sum er grødd fyri HIV.

Vanliga nørist HIV-virus við at kopiera seg sjálvt inni í kyknunum í kroppinum.

Tí royndu granskarar at máta andevni og leita eftir pettum av HIV-DNA í kyknunum hjá kvinnuni.

Granskarar hava leitað í 1,2 milliardum av hennara hvítu blóðkyknum. Í sjey teirra funnu tey slóð frá virusinum.

- Tað vil siga, at talan er um petti og harvið ikki eitt heilt virus, ið kann kopiera seg sjálvt, vísir danski professarin á.

- Tað er tekn um, at tað altso hevur verið virus í kroppinum, ella at tað framvegis er har, men bara fjalt, leggur hann afturat.

Sambært Ole Schmeltz Søgaard kunnu vera fleiri orsøkir til, at tað ikki er eydnast granskarunum at finna virus í kvinnuni.

- Ein møguleiki er, at hennara órinsverja hevur havt fullkomið tamarhald á virusinum og syrgt fyri, at tað ongantíð er komið fyri seg. Ein annar møguleiki er, at virusið frá byrjan hevur verið so oyðilagt, at tað ikki hevur klárað at smitta, sigur hann.

Kann kanska brúkast frameftir
Tað finnast persónar, sigur Ole Schmeltz Søgaard, ið ikki hava tað eina mýlið í kyknunum, sum HIV skal brúka til at smitta kyknurnar við. Tey kunnu av natúrligum ávum ikki verða smittað við HIV.

Men hatta hava granskararnir kannað, og tað sær ikki út til at vera orsøkin hjá hesi kvinnuni.

Hóast kvinnan er ein heilt serstakur tilburður, so kann hetta kanska brúkast í stríðnum móti HIV.

- Tað er sjáldsamt og heilt óvanligt. Men tað vísir, at tað er møguligt at grøða HIV. Kunnu vit finna orsøkina til, at hon ikki hevur ment vanligt HIV, hava vit eitt amboð, vit kunnu brúka í granskingini av HIV-viðgerðini, sigur Ole Schmeltz Søgaard.

- Um vit til dømis kunnu siga, at tað júst eru hesir eginleikarnir í eini mótstøðuførari kyknu, ið skulu til fyri at sleppa av við HIV, so kunnu vit kanska endurgera hesar hjá øðrum persónum umvegis koppseting ella genterapi, sigur hann.

Hóast ógvuliga fá fólk eru grødd fyri HIV gjøgnum tíðina, so finst tað í dag heilivágur, sum ger, at alsamt fleiri kunnu liva við virusinum, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

39 Leygardagur 20. november 2021

Vatnlitamálningur hjá Van Gogh seldur fyri yvir 200 milliónir

Málningurin "Meules de blé" hjá kenda niðurlendska listamanninum varð seinasta fríggjadag seldur á uppboðssølu fyri 232 milliónir krónur, ið er met fyri ein vatnlitamálning hjá Van Gogh

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vatnlitamálningurin "Meules de blé" hjá kenda niðurlendska listamanninum Vincent Van Gogh varð seinasta fríggjadag seldur fyri 35,86 milliónir dollarar á uppboðssølu í New York.

Hendan upphæddin svarar til umleið 232 milliónir í okkara krónum, og er talan um eitt met fyri ein vatnlitamálning hjá Van Gogh.

Áðrenn uppboðssøluna varð mett, at málningurin fór at verða seldur fyri 20-30 milliónir dollarar, upplýsir auktiónshúsið Christie's, sambært Ritzau.

"Meules de blé" vísir eina hoysátu í franska býnum Arles, har van Gogh búði í meira enn eitt ár í 1880unum.

Tá Van Gogh doyði í 1890 gjørdist beiggi hansara, Theo van Gogh, nýggi eigarin av "Meules de blé". Eftir at málningurin hevði skift hendur fleiri ferðir, varð hann tikin av nasistunum undir seinna heimsbardaga, tá týskarar hersettu m.a. Frakland.

Eftir kríggið var tað fram til 1970ini ógreitt, hvar listaverkið var endað. Tað var á privatum hondum, intil Christie's gjørdi eina avtalu um keyp av málninginum.

Fríggjadagin vórðu tilsamans fýra Van Gogh málningar seldir hjá Christie's í New York. Teir vórðu tilsamans seldir fyri 161 milliónir dollarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021

40 Leygardagur 20. november 2021

Vendu 0-2 til 2-2 - helt bert í tveir minuttir

Føroyar komu væl inn í dystin aftur í Ísrael við at skora tvær ferðir upp á tíggju minuttir, men tað rakk tíverri ikki til stig eftir lívliga seinna hálvleikin, tí heimaliðið svaraði næstan beinanvegin aftur

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fyrra hálvleiki hendi so at siga einki nevnivert, uttan tað at heimaliðið fekk eitt brotsspark, ið var ógvuliga tunt dømt og eftir nakrar minuttir við VAR. Munas Dabbur gagnnýtti støðuna, men Gunnar Nielsen, sum mánakvøldið fekk møguleikan fram um Teit Gestsson, fekk hondina á hann.

Bólturin sá út til líka at komin í armin ella økslina hjá Odmar, ið var í einum nærdysti inni í brotsoteignum, eftir at bólturin hevði nortið við mótstøðuleikaran. Verjuleikarin anaði ikki, at hann "nýtti" armin í støðuni. Gunnar hevði annars tvær góðar bjargingar, tí ein ísraelsmaður kom ein ímóti einum - eina í fyrra og eina í seinni.

Føroyingar høvdu bóltin nakað meira enn í Parkini (umleið 40 prosent av tiðini) fingu oftari vunnið bóltin høgt frá heldur sløsutu ísraelsmonnunum, ið eisini tóku nógvar kjansir í spæli sínum, og skaptu vandamiklar støður. Tað sá tó út til, at dysturin í roynd og veru var avgjørdur eftir 57 minuttir.

Innskifti Klæmint Andrasson Olsen gjørdi fríspark stutt uttan fyri brotsteigin, nakað til høgru; ísraelsmenn tóku stutt og lyfti síðani bóltin innfyri málið hjá Gunnari, verjan tyktist at snorksova, og so varð 2-0.

Liðið hjá Håkani Ericson vísti tó mentala styrki. Í 62. minutti varð farið í høgt trýst í vinstru, og Viljormur Davidsen, ið hevði fingið liðskiparabandið, eftir at Hallur Hansson noyddist skaddur av vølli, kundi bróta spælið. Hann fann skjótt Jóan Símun Edmundsson, sum nú spældi í vinstra borði. Toftamaðurin var ikki til at fáa bóltin av, hóast umringaður av fleiri blákløddum, og hann fann Brand Hendriksson.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Skálvíkingurin, ið var leikbannaður í Parkini, gjørdi avgjørt mun í føroyska spælinum, og hann hevur eitt gott skot. Málverjin megnaði ikki at halda kanónkúluni úr 25 metrum, og tveir royndir føroyingar vóru snildari og kvikari enn teir á heimaliðnum. Klæmint var komin í heilt tað rætta økið, fekk tamarhald á returbóltinum og spældi líka yvirum og útfrá til púra fría Sølva Vatnhamar, og leirvíkingurin kundi trilla bóltin í eitt tómt mál.

Hetta var fyrsta málið hjá Sølva í einum undankappingardysti.

Nú varð meira lagt fyri frameftir, og dysturin varð meira opin. Farið varð yvir til 4-4-2 leikskipan, og eftir endurtrýst frá Jóan Símuni inni á mótstøðuhálvuni gjørdi verjuleikara ótryggjan, fangaði Klæmint bóltin rak nakað frameftir og spældu síðani út til høgru til René Shaki Joensen, ið nú spældi á høgra vongi.

René, hvørs pápi er ísraelsmaður, legði ein perfektan bleytan bólt í aftara øki, har Klæmint Andrasson Olsen - sjálvandi - var komin uppá pláss, og rituvíkingurin møtti bóltinum við pannuni og við ferð, og verjuleikararnir og málverjin høvdu ongan møguleika.

So var 2-2, og NSÍ-liðformaðurin javnsettur metmálskjútti á føroyska A-landsliðnum við einum typiskum "Klæminti-máli"

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

So var spurningurin: Fór man eftir sigurinum ella royndi man at halda, tí sum man hevði fingið. Hetta náddu Håkan og hinir á bonkinum næstan ikki at hugsa, tí hóast Føroyar hóttu í sama minutti sum 2-2 málið, so var tað Ísrael, sum ógvuliga skjótt skoraði aftur. Spælt varð ímillum okkara mið- og verjuketu, Hørður og Odmar fóru so at siga upp í sama mann, og eingin fyrgdi renningini hjá Dor Peretz, sum skeyt fyrstu ferð og ógvuliga væl, eftir at bólturin varð lagdur inn í føroyska brotsteigin. 

Seinastu løtuna stríddust føroyingar at koma upp á javnt aftur. Hetta kostaði nógva orku og gav eisini pláss og møguleikar hinvegin. Bestu støðuna hjá Føroyum kom Petur Knudsen í, tá Hørður Askham spældi hann væl ígjøgnum miðjuna, eftir at verjuleikarin fekk fatur á einum leysum bólti í miðkringinum. Misskiljing var í Ísrael-verjuni, men júst áðrenn Lyngby-áleyparin fekk trekt framvið málverjanum kom ein góð takkling frá miðverja forðaði helst fyri 3-3 málið.

Tað varð, eins og í nógvum øðrum dystum í undankappingini, til "líka við og næstan" hjá Føroyum, ið stríddist væl og eisini vísti góðar taktir í spælinum og var veruliga ágangandi seinasta hálva tíman, men sum lat heldur løtt mál inn í seinna hálvleiki.

Talan gjørdist um fýra stig í tíggju dystum - øll komu í hús móti Moldova. Hetta var ikki heilt úrttøkan, ið nøsin varð sett upp ímóti, men nógv av avrikunum hava samanlagt verið á góðari leið ella nær við heilt uppi. Næst á skránni er Nations League, sum byrjar næsta summar.

[object Object]
Gunnar Nielsen (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)


HM-undankappingarbólkur F - 10. og síðsta umfar  
Nethanya, Ísrael - 15. november 2021

Ísrael - Føroyar 3-2 (1-0)
30' Munas Dabbur (br.) 1-0
58' Shonn Weissman 2-0
62' Sølvi Vatnhamar 2-1 (Klæmint Andrasson Olsen)
72' Klæmint Andrasson Olsen 2-2
75' Dor Peretz 3-2

Føroyar: Gunnar Nielsen - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad (70' Heri Hjalt Mohr), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L - 52' Klæmint Andrasson Olsen ), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (70' Tróndur Jensen), Sølvi Vatnhamar (80' Jóannes Bjartalíð) - Jóan Símun Edmundsson (80' Petur Knudsen)

Endaliga støðan í bólkinum 

1
Danmark
10
9
0
1
30
3
+27
27
2
Skotland
10
7
2
1
17
7
+10
23
3
Ísrael
10
5
1
4
23
21
+2
16
4
Eysturríki
10
5
1
4
19
17
+2
16
5
Føroyar
10
1
1
8
7
23
-16
4
6
Moldova
10
0
1
9
5
30
-25
1

(Talva: FaroeSoccer)

[object Object]
Heri Hjalt Mohr (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

41 Leygardagur 20. november 2021

Skoraðu tvey mál á útivølli fyri fyrstu ferð í yvir fimm ár

Seinast føroyingar kundu fegnast um tvey mál í útidysti, var síðst A-landslið vann á útivølli - í 2-0 sigrinum í Riga í 2016. Liðið skorar næstan hvøja ferð úti undir Håkani Ericson, og Sølvi Vatnahamar skoraði sítt fyrsta undankappingarmál

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá Klæmint Andrasson Olsen javnaði til 2-2 í Nethanya, skrivaði áleyparin seg inn í søgubøkurnar. Talan var um tíggjunda landsliðsmálið hjá 31-ára gamla áleyparanum, ið hevur skorað øll uppá tvey og eitt hálvt ár - í 22 dystum.

Hann og Rógvi Jacobsen, ið spældi níggju dystir fleiri, enn Klæmint hevur spælt samanlagt higartil (44) eru nú javnsettir toppskjúttar í landsliðshøpi.

Góða málið, har Jóan Símun Edmundsson og René Shaki Joensen eisini áttu sín góða part, var eisini serstakt, við tí at tað var nummar tvey á degnum hjá Føroyum. Tað leiddi tíverri ikki til stig, men hetta er fyrstu ferð síðani 7. oktober 2016,  at føroyska A-landsliðið hjá monnum skorar meira enn eitt mál í einum útidysti.

[object Object]
Håkan Ericson í Parkini, har tað eisini eydnaðust Føroyum at skora - í 80 prosent av útidystunum undir hansara leiðslu er tað eydnast (Mynd: Sverri Egholm)

Tá var tað Jóan Símun, ið kaldliga økti til 2-0 eftir frálíkt upplegg frá Halli Hanssyni. Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 1-0 í dystinum í Riga. Føroyar vunnu 2-0 á Lettlandi hendan dagin.

Tjúgu útidystur eru samanlagt farnir afturum síðani, har eitt mál er skotið í meginpartinum. Tað er eingin útivallarsigur komin í hús í undankappingardysti síðani kvøldið í Riga - tó vunnu Føroyar 1-0 í Andorra í Nations League í fjør.

Tað er ógvuliga óvanligt hjá Føroyum at skora meira enn eitt mál í einum útdysti, men tað er heilt vanligt hjá Føroyum undir Håkani Ericson og toyminum at skora á útivølli. Tað hevur liðið gjørt í átta út av tíggju dystum síðani júst dystin í Andorra.

Tað er bara í venjingardystinum í Herning í oktober í fjør, og á Hampden Park í Glasgow í mars, at liðið hjá Håkani ikki hevur funnið málið, tá spælt hevur verið uttanfyri Føroyar.

Sølvi fyri fyrstu ferð
Hann var 27-ára gamal, tá hann fyri fyrstu ferð spældi á landsliðnum. Árið eftir gjørdist Sølvi Vatnhamar fastur maður, og nú 35-ára gamli leirvíkingurin spældi sín landsdyst nummar 55. Har skoraði Sølvi, tá hann trillaði bóltin í eitt tómt mál til 2-1, eftir skotroynd frá Brandi Hendrikssyni og upplegg frá Klæminti Olsen. 

Miðvallarin við teimum mongu góðu eginleikunum skoraði í venjingardysti móti Liktinstein á Marbella í 2016. Mánakvøldið skoraði Sølvi fyri fyrstu ferð í undankappingardysti. 

Tøl: FaroeSoccer og FSF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

42 Leygardagur 20. november 2021

Hesar nítjan skulu við til Spania

Lene Terp hevur millum annað tikið tveir leikarar úr AGF og sjey úr KÍ til seinastu uppgávuna í ár, ið verður sera stór

Lene Terp hevur úttikið liðið til seinastu uppgávuna hjá liðnum í ár - Spania vann 10-0, tá liðini hittust á Tórsvølli í september (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin 25. november skal føroyska A-landsliðið í fótbólti við kvinnum á vøllin aftur, tá HM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni.

Dysturin verður spældur á Estadio de la Cartuja í Sevilla, og tá verður seinasta punktum sett fyri føroyskum landsliðsfótbólti í hesum árinum.

Lene Terp, landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 spælarar til komandi avbjóðing. Av teimum eru tvær, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti - sjey eru frá føroyameistarunum KÍ.

Føroyar hava einki stig eftir fýra dystir og eina málúrttøku á 2-28.

Hópurin
Málverjar:
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála

Útileikarar: 
Julia Naomi Mortensen, AGF (Danmark)
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Rakul Maria Johannesen, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, HB Tórshavn
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Maria Biskopstø, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur

Spania og Skotland eru fremst í bólkinum við 9 stigum í part. Ukraina og Ungarn hava 3 stig hvør, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

43 Leygardagur 20. november 2021

Flyta hálvfinaluna í Sarpugerði vegna høgætt

Víkingur og B36 spæla sunnudagin klokkan 15 ístaðin fyri í dag, tí veðurforsøgnin vísur á nógv betri veður í morgin - harvið verða fyrru hálvfinalurnar samstundis. Báðir dystirnir verða vístir í Televarpinum

Tað var nakað av kava, tá B36 og Víkingur spældu landskappingardyst í Tórsvølli í apríl - veðurforsøgnin í dag ger, at liðini spæla ein dag seinni enn ætlað (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit eru í seinnu hálvu av november, og eins og í fjør fyrieika summi feløg seg til seinastu dystirnar á árinum. 

Eins og í 2020 skulu B36 og Víkingur stríðast um annað finaluplássið í kappingini um Løgmanssteypið og HB og NSÍ um hitt. Hesaferð verður tó talan um ein heimadyst og ein útidyst hjá hvørjum liðið og ikki ein dyst á uttanveltaðum vølli. 

[object Object]
Í fjør spældu tey hálvfinalu við Løkin í Runavík (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og Víkingur skuldu seta hálvfinalurnar í gongd í dag klokkan trý, men orsakað av at veðurforsøgnin - vegna høgætt í Gøtu, sum B36 skrivar á síðu sínari - til leygardagin ikki er so góð, so er dysturin fluttur eitt samdøgur. Slíkt kann koma fyri, serliga hesa tíðina á árinum, og harvið verða báðu fyrru hálvfinalurnar samstundis; avspark á Tórsvølli og í Sarpugerði verða klokkan 15 sunnudagin.

Televarpið boðar frá, at báðir dystirnir verða vístir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

44 Leygardagur 20. november 2021

Landsliðsleikarar halda ikki fram í B36

Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson fara undir lesna í Danmark næsta ár - báðir hava spælt yvir 100 dystir fyri felag sítt

Hannes Agnarsson hevur skorað fimm mál fyri B36 ár, verið við í fleiri øðrum og hevur - serliga við síni ferð - skapt nógva órógv hjá verjum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heimasíðan bolt.fo veit at siga um tveir B36-leikarar, ið báðir júst júst hava verið á ferð við A-landsliðnum, sum ikki halda fram í felagnum, orsakað av útbúgving í Danmark. Talan er um Hannes Agnarsson og Bjarna Petersen.

Báðir hava spælt líka yvir 100 dystir - ávíkavist 105 og 110 - fyri besta liðið hjá felagi sínum; felaginum teir eru vaksnir upp í. Bjarni Petersen hevur tó eisini spælt fyri TB og AB sum heilt ungur, og spældi fimm dystir í Betrideildini fyri EB/Streym.

[object Object]
Bjarni sum 20-ára gamal, í samrøðu við Portalin eftir evropeiskan dyst 

[object Object]
Bjarni Petersen sum liðformaður á U21-landsliðnum, har hann spældi 14 dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Leikararnir, ið eru ávíkavist 22 og 23-ára gamlir, vóru báðir við til at vinna minniliga steypagullið í 2018, og tað var Hannes, sum skoraði málið, ið sendi finaluna móti HB í longdari leiktíð.

Hannes Agnarsson og Bjarni Petersen hava spælt ávíkavist ellivu og tólv evropeiskar dystir fyri felagið og hava verið við til fleiri stórar løtur har - tildømis spæld Bjarni í 1-2 sigrinum í Montenegro í 2018, tá B36 kom víðari, og var eisini við í 4-3 sigrinum í longdari leiktíð á Levadia á Tórsvølli í fjør, har Hannes Agnarsson skoraði tað avgerandi málið.

[object Object]Hann slapp tíverri ikki á vøllin móti Danmark orsakað av mistaki á útskiftingarlepanum og tvørum dómarum. Næsta ár fer Hannes, eftir ætlan, undir at lesa til lækna í danska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Báðir leikararnir hava javnan víst lovandi taktir, tó at teir hava verið heldur plágaðir av skaðum - serliga Hannes Agnarsson. Í ár vóru báðir innkallaðir til A-landsliðið í tveimum førum eftir avboð, og Hannes fekk sínar fyrstu minuttir í dystinum móti Eysturríki í farna mánaði.

Hann skuldi eisini koma inn á vøllin í Parkini, men orsakað av einum feili á útskiftingarlepanum, ið latin varð inn til fjórða dómaran, og ógvuliga tvørar dómarar, so slapp havnarmaðurin ikki inn, og tað var hann, sum vera man, ógvuliga vónbrotin av.

Hannes skal lesa til lækna og Bjarni til løgreglumann, sum skilst - av tí at útbúgvingin hjá Bjarna ikki byrjar fyrrenn í mai, er møguleiki fyri at verjuleikarin verður at síggja í B36 fyrstu umførini í 2022. Greitt er eisini, at Hugin Samuelsen, ið er farin undir lesna í Danmark, og Sebastian Pingel ikki verða partur av hópinum næsta ár.

Óvissa er eisini um nakrar aðrar leikarar hjá B36, hvørs kappingarár ikki er liðugt enn. Liðið skal spæla hálvfinalur í steypakappingini móti Víkingi hetta og komandi vikuskifti - B36 skal vinna steypakappingina fyri at koma í Evropa næsta ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

45 Leygardagur 20. november 2021

NSÍ steypavinnari á fyrsta sinni

Talan var um málríka finalu, har NSÍ allatíðina var omaná, men har innskiftir spælarar hjá HB hvør í sínum lagi royndi at fáa veruligan spenning í dystin, men har Heidi Sevdal við tveimum einstaklingamálinum í 2. hálvleiki endaliga avgjørdi dystin

Laila Pætursdóttir og Heidi Sevdal fegnast her um eitt mál í Klaksvík. Tað eru nú NSÍ-kvinnarar, ið kunnu kalla seg steypavinnarar - Laila, ið hevur vunnið steypið við KÍ áður, skoraði til 2-0, og Heidi, sum hevur vunnið við EBS/Skála og HB, skoraði málini í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í november í fjør tapti NSÍ steypafinaluna fyri KÍ, men leygarkvøldið eydnaðist kvinnum hjá NSÍ at vinna steyp fyri fyrstu ferð. Í málríkari og lívligari finalu á Tórsvølli vunnu tær í gulum og svørtum 4-2 á HB.

NSÍ fekk tvey mál fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Tað fyrra í 12. minutti, eftir at Ansy Sevdal fekk fatur á leysum bólti í samband við hornaspark og smekkaði bóltin í HB-málið. Liðformaðurin hjá NSÍ varð kosin dagsins leikari. Tíggju minuttir seinni var tað Laila Pætursdóttir, ið sló til. 

Hóast 2-0 var HB væl við í dystinum, og frá byrjan í seinna hálvleiki varð Ása Stóra Carlsen sett á vøllin. Hetta gav beinanvegin úrslit, tí hon skoraði næstan beinanvegin. Sjarlotta Joensen helt ikki innleggið úr høgru, og so fylgdi Ása upp og minkaði um munin.

Tríggjar minuttir seinni gjørdist munurin aftur tvey mál, tá Heidi Sevdal gjørdi bart. Stutt uttan fyri brotsteigin og nakað til høgru smekkaði nummar tíggju hjá NSÍ, sum er komin upp um 40 mál samanlagt í ár, til, og bólturin fór heilt yvir í longra málhorn.

HB, ið millum annað sendi KÍ út á vegnum til finalun, royndi at svara við einum útjavnandi máli, men hóast nakrar góðar taktir, so gjørdist tað sjáldan heilt vandamikið fyri NSÍ, sum var vælskipað í verjustøðu. Ístaðin tók Heidi aftur sakina í egnar hendur, tá tíggju minuttir vóru eftir, rak inn í brotsteigin og avsluttaði væl til 4-1. 

So var so at siga avgjørt, tó at innskifta Elin Maria Isaksen, ið hevði nakrar góðar álopsatgerðir í høgru síðu, stutt seinni gagnnýtti eina misskiljing í NSÍ-verjupartinum. Tað vóru tó NSÍ-leikararnir og áskoðarar teirra, ið settu sín dám á á Tórsvølli, tá Jákup Øssurson Mohr bríkslaði fyri seinastu ferð. Nakrar hava roynt hetta fyrr við øðrum feløgum, men søga varð skrivað í seinasta dystinum á árinum.

Eins og í fjør, endaði NSÍ á 2. plássi í Betrideildini, og síðani felagið fekk eitt lið í fremstu røð hjá kvinnum aftur, er tað vorið talan um eitt gull og trý silvurheiðursmerki - er endað í topp-tvey í øllum kappingunum.

[object Object]
(Skíggjamynd: Televarpið)

Steypafinalan hjá kvinnum 2021
Tórsvøllur 13. november

NSÍ - HB 4-2 (2-0)
12' Ansy Jakobsen 1-0
22' Laila Pætursdóttir 2-0
47' Ása Stóra Carlsen 2-1
50' Heidi Sevdal 3-1
80' Heidi Sevdal 4-1
82' Elin Maria Isaksen 4-2

Dagsins leikari: Ansy Sevdal

NSÍ (4-2-3-1): Sjarlotta Joensen - Sigrid Amelielsdóttir Jacobsen, Mirjam Huneck, Monika Sumberg Samuelsen, Hansina Joensen - Ansy Sevdal Jakobsen (L), Rúna Olsen - Laila Pætursdóttir (89' Kára Ingolfsdóttir Djurhuus), Heidi Sevdal, Maria Vinjardsdóttir Johansen (81' Dania Serafia Andrasdóttir Olsen) - Lena Olsen

Venjarar: Poul.N.Poulsen og Suni Ernstsson


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021

46 Leygardagur 20. november 2021

Jann skal spæla um uppflyting

Í dag spælir norska liðið Hødd á heimavølli móti Arendal í fyrsta upplytingardystinum. Einki lið hevur latið færri mál inn í hægstu deildunum í Noreg í ár, men liðið við føroyska høgra bakkinum skal vinna samanlagt og síðani vinna á triðniðasta liðnum í næstbestu deildini fyri at flyta upp

Jann Benjaminsen skal komandi tíðina stríðast fyri at sleppa at spæla á hægri støði næsta ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ein tíð síðani, at tað varð greitt, IL Hødd fór at enda á øðrum plássi í bólki 1 í triðbestu norsku deildini. Hetta hevur við sær, at liðið fyrst skal spæla tveir dystir móti nummar tvey úr hinum bólkinum og vinna samanlagt fyri at framvegis hava møguleikan at flyta upp.

Um hetta eydnast, so eru tveir dystir afturat á skránni - hvør sínu megin mánaðarskifti - móti liðnum, sum endar triðaftst í næstbestu deildini.

Um Hødd megnar at vinna samanlagt í hesum dystunum, so fer Jann Benjaminsen at spæla í næstbestu norsku deildini.

Hann skifti seinasta vetur til Hødd úr NSÍ eftir eitt ógvuliga gott persónligt 2020-kappingarár. Landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur í samaband við eina úttøku í heyst nevnt, at 24-ára gamli toftamaðurin, ið spældi í NSÍ nøkur av tannáringaárinum og í fimm ár sum vaksnamannaleikari, er uppá tal til at verða úttikin. 

Jann Benjaminsen hevur eisini spælt 90 minuttir í teimum flestu dystunum fyri Hødd, har hann hevur verið støðugur á høgra bakki og álopskendu dygdirnar hjá leikaranum, sum í uppruna er vongur, eru komnar til sjóndar við millum annað fleiri uppleggum og fýra málum. Hødd hevur bert latið 18 mál inn í 26 dystum - so fá mál hevur einki norskt lið latið inn í ovastu trimum deildunum, og liðið hevur ikki tapt seinastu tólv dystirnar - síðani síðst í august.

Ein av liðfeløgunum hjá Jann í Ulsteinvik er Peder Nersveen, sum í 2019 gjørdi um seg á NSÍ-miðvøllinum. Rógvi Jacobsen, javnsetti toppskjúttin á føroyska A-landsliðnum spældi eitt skifti í IL Hødd.

[object Object]
Bæði verjukendu og álopskendu dygdirnar hava komið Jann væl við í Hødd, sum stríðist fyri at aftur spæla í næstbestu norsku deildini 

[object Object]

Peder Nersveen var støðugur á miðvøllinum hjá NSÍ í 2019, tá liðið endaði nummar trý (Myndir: Sverri Egholm)

Gekk ikki hjá liðnum hjá Patriki
Liðið, sum Jann og liðfelagarnir taka ímóti leygardagin og skulu vitja næsta vikuskifti, er Arendal. Um tað ljóðar heldur kent, so er tað kanska tí, at tað er býurin, ið er íblástur til ógvuliga vælumtøktu Disney-filmarnar Frozen.

Um tað verður ísur í Arendal 27. november, tá Hødd vitjar, er ivasamt, men greitt er, at í beinleiðis finalu um 2. plássi í bólki tvey sunnudagin vann Arendal trygt á Egersunds, ið Patrik Johannesen hevur spælt fyri í ár.

Tað endaði 5-2 í Arendal. Meðan dysturin var, var Patrik við A-landsliðnum í Ísrael. Tvøramaðurin, sum hevur skorað 13 mál í 21 dystum fyri Egersunds, hevði leikbann til avgerandi dystin, og hetta var møguliga ein av orsøkunum til tapið.

Patrik skrivaði undir eitt-árs sáttmála, tá hann í januar skift úr KÍ. Ivasamt er tískil, um hann tekur eitt ár afturat í triðbestu norsku deildini.

Hødd og Arendal spæla fyrra uppflytingardystin í Ulsteinvik klokkan 15 í dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

47 Leygardagur 20. november 2021

Russar vóru náðileysir síðstu løtuna

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini í Grikkalandi 5-0 - møguleikin fyri at koma víðari var annars til staðar

Teir ið byrjaðu móti Russlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum endaði tíverri ikki EM-undankappingina í Grikkalandi væl. Liðið fekk ein annars javnleik móti Grikkalandi leygardagin, og kom á 1-1 í fyrsta dystinum móti Týsklandi, sum ikki avgjørdi móti endanum.

Russar høvdu undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum, og høvdu tískil ikki tað heilt stóra at spæla fyri. Hinvegin kundi føroyska liði við einum sigri – og møguliga einum javnleiki – spæla seg víðari í EM-kappingini. Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’arin í samlaðu undankappingini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár.

Men, sum fsf.fo skrivar, so víst russiska bjørnin vísti onga náði: Russar komu á odda í 5. minutti, og tá avtornaði stóð 5-0 til Russland á máltalvuni. Tað var kortini ikki fyrrenn seinastu tjúgu minuttirnar, at dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur.

Russland endaði fremst í bólki 2 í EM-undankappingini við 9 stigum, Týskland fekk 4 stig, Grikkaland fekk 2 stig, meðan Føroyar endaði á 4. plássi við einum stigi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

48 Leygardagur 20. november 2021

Stríddu seg til javnleik móti vertunum

Eins og 21-landsliðið, megnaði U19-landsliðið at fáa góðan málleysan javnleik á útivølli. Grikkaland megnaði ikki at skora móti liðnum hjá Sigfríði Clementsen

Liðið, ið byrjaði dystin móti Týsklandi í seinastu viku. Tann dysturin endaði 1-4. Bert ein broyting var í mun til tann dystin í føroysku byrjanaruppstillingini leygardagin, tá føroyingar og grikkar spældu málleysan javnleik (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Dystur nummar tvey hjá føroyska U19-landsliðnum í EM-undankappingini í Grikkalandi við monnum var á skránni seinasta leygardag í Nafpaktos. Í fyrsta umfarinum eyndaðist at loypa hvøkk á ovast styrkismettu týskararnar, sum komu á odda beinanvegin, men sum lótu mál inn í 53. minutti. Áki Samuelsen skoraði fyri Føroyar, og í tjúgu minuttir vóru føroyingar á veg móti einum javnleiki móti Týsklandi. Tað endaði tó 1-4.

Leygardagin eydnaðist Føroyum at fáa stig. Vertirnir høvdu tjúgu skotroyndir í mun til eina hjá Føroyum -  seks á mál mótvegis ongari - vísa hagtølini hjá UEFA. Hóast nógvu royndirnar, so eydnaðist ikki grikkum at skora móti føroyska liðnum, ið stríddist og stóð ímóti í teimum 19 hitastigunum. Tað var greitt áðrenn kappingina áðrenn, at talan var um ein sera torføran bólk hjá Føroyum, men evnaríka og stríðsfúsa liðið hevur nú fingið eitt stig í hús.

2. umfar í U-19 EM-undankapping
Nafpaktos, 13. november
Grikkaland - Føroyar 0-0

Føroyar (4-4-1-1): Marius Naundrup Kruse (HB Køge), Bergur Jákupsson Poulsen (Víkingur - L), Elias Rusborg (Hvidovre), Mattias Weihe Joensen (B36), Martin Agnarsson (B36) - Olaf Bárðarson (Víkingur - 65' Poul Kallsberg, Skála), Beinir Nolsøe (NSÍ), Emil Weihe Joensen (ÍF - 58' Fríði í Túni Petersen, B68), Áki Debes Samuelsen - Heini Fossdalsá Sørensen (FC Midtjylland - 81' Símun Kalsø, KÍ) - Jørgen Nielsen (NSÍ - 65' Jonathan Lassesen, HB Køge)

Venjari: Sigfríður Skaale Clementsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021

49 Leygardagur 20. november 2021

Eingin samanlegging í Hoyvík á hesum sinni

Tað var ikki meiriluti millum limirnar í Undrinum á aðalfundinum mikudagin, og harvið verða framvegis tvey fótbóltsfeløg í Hoyvík, sum í 2022 fara at spæla í hvør sínari deild

1. september 2021 tryggjaði Undrið FF sær á fyrsta sinni upplyting til 1. deild. Limirnir ynskja, at hildið verður áfram har - fyri seg sjálvan (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í júst farna kappingarári vann Undrið FF 2. deild trygt, og tryggjaði sær harvið fyri fyrstu ferð rættin at spæla í næstbestu mansdeildini. 

Nakað av iva var sáddur um, hvørs serstaka felagið frá 2006 fór at fáa loyvi at spæla í 1. deild, tí undir lóggávuni hjá FSF er neyðugt at hava millum annað ungdómslið. Tað hevur Undrið ikki, og hesin knúturin var sum skilst ein av orsøkunum til, at samanlegging var á borðinum.

7.november skrivaði bolt.fo um møguligu samanlaeggingina í Hoyvík, og stutt um hvussu bæði kundu fingið fyrimun av tí. Nevnt varð, at bæði feløgini skuldu hava aðalfund tíggju dagar seinni - mikudagin - og at tann hjá Undrinum byrjaði ein tíma undan hinum. 

[object Object]
Undrið er sett saman av leikarum, sum eru "í góðum fótbóltsárum", koma ymsastaðni frá og har teir flestu helst ikki høvdu spælt fótbólt nú, um teir ikki spældu í Undrinum. Felagið er stórt sæð bygt uppá samanhald (Mynd: Sverri Egholm)

Júst hetta seinasta gjørdi, at eykaaðalfundurin hjá FC Hoyvík, har samanlegging við Undrið FF og navnabroyting var á skrá, varð avlýstur í síðstu løtu, tí uppskotsstillararnir fingu fráboðan um, at á aðalfundi hjá Undrinum, ið eisini hevði samanlegging á skrá, var ikki meiriluti millum limirnar um málið.

- Við støði í hesi avgerð, tóku uppskot stillararnir til eykaaðalfundin hjá FC Hoyvík, ið var nevndin, øll trý uppskotini aftur, og tí var eyka aðalfundurin avlýstur.

Á facebook-síðuni hjá Undrinum vóru boðini kunngjørd á eitt sindur øðrvísi hátt. Sum skilst var tað ein ógvuliga breið semja í breiddarfelagnumum, at man vildi halda fram.

Harvið verða tað framvegis at vera tvey feløg, sum koma at hava heimavøll í Hoyvík í 2022; eitt sum hevur ungdómsdeild, har nakrir leikarar eru at síggja á ungdómslandsliðunum og har besta mansliðið framhaldandi fer at spæla í 2. deild - hitt uttan ungdómsdeild men við sínum einasta liðið í næstbesu mansdeildini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2021

50 Leygardagur 20. november 2021

Schmeichel: Tað sat ikki í mær leingi

Hóast danski málverjin var alt annað enn nøgdur, tá Føroyar fingu mál í Parkini, var sigurin tað, sum fylti mest eftir dystin, sigur hann

Tað, sum var mest umráðandi, var sigurin, sigur Kasper Schmeichel (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski málverjin, Kasper Schmeichel var í øðini, tá føroyingar skoraðu í Parkini síðsta fríggjakvøld, eftir at Danmark annars hevði klárað at hildið málið reint í átta teimum fyrstu dystunum í hesari HM-undankappingini.

Tað gekk tó ikki lang tíð, so fegnaðist hann bert um, at danska liðið hevði vunnið enn ein dyst. Tað segði hann á tíðindafundi í Glasgow sunnudagin, har danir týskvøldið skuldu hitta skotska landsliðið í seinasta dystinum í undankappingini.

– Eftir dystin gekk líka ein minuttur, so var fokus á, at vit høvdu vunnið. Tað var ikki nakað, sum sat í mær leingi. Tað hvarv skjótt, segði hann um føroyska málið, sambært Ritzau.

Men hann ásannaði kortini, at tað var keðiligt, at hann lat eitt mál inn.

– Tað er jú okkara uppgáva ikki at lata mál inn. Tað tað ikki heilt riggar, so er tað sjálvandi keðiligt, sigur Schmeichel.

– Clean sheet er ikki tað, sum er mest umráðandi, men tað er gott at fáa. Men sigurin hevði størri týdning.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2021

51 Leygardagur 20. november 2021

Tíggju lond hava spælt seg til HM - trý pláss uppá spæl í mars

Seinasta umfar í evropeisku undankappingini er nú av, og tað er síðst í mars, at play-off dystirnir eru. Har skulu lið sum Portugal, Italia og Svøríki stríðast um pláss í endaspælinum - Noreg og Finnland hava mist sín møguleika

Portugal og Ukraina eru tvey av londunum, ið skulu stríðast um HM-atgongumerki í mars. Ronaldo og hansara menn mistu fyrsta plássið á stokkinum sunnukvøldið - Zinchenko og Ukraina tóku 2. plássið frá Finnlandi í gjár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið vórðu tríggir teir seinastu bólkarnir í evropeisku HM-undankappingini spældir. 

Har gjørdist millum annað greitt, at norðmenn og finnar vóru ov stuttir. Noreg, uttan Haaland, spældi í Rotterdam,  har neyðugt var við minst einum stigi hjá heimaliðnum fyri at vinna bólkin, meðan Noreg skuldi vinna. Liðið hjá Van Gaal skoraði tvær ferðir seinastu seks minuttirnar, og so var atgongumerki til Katar tryggjað. Turkar komu afturum í Montenegro men fara víðari sum nummar tvey.

Í bólki D greiddi Ukraina sína skyldu og vann 2-0 í Bosnia, og skal harvið spæla play-off, og heimsmeistararnir vóru ov sterkir í Helsinki. Mál frá Benzema og Mbappé, ið tók sakina í egnar hendur, í seinna hálvleiki, avgjørdu lagnuna hjá finnum, ið vóru til EM-endaspælið í summar, men sum ikki fáa sítt annað endaspæl á rað og í søguni.

Tað er júst áhugavert, at út av teimum 22 londunum, sum hava vunnið seg víðari ella skulu spæla í play-off, so vóru 21 við til EM-endaspælið ísummar. Umframt Finnland, so røkka Slovakia og Ungarn ikki endaspæli á hesum sinni, meðan serbar aftur sleppa til HM-endaspælið.

Serbia hevur ongantíð verið til EM, sum annað enn sentralur partur av Jugoslavia, men var við í HM 2018, 2010 og 2006 (tað síðstnevnda sum Serbia og Montenegro) og orsakað av skakandi sigrinum í Lissabon sunnukvøldið, vann Serbia bólk A og atgongd til Katar.

Portugal hevði bert tørv á einum stigi, og Renato Sanches legði heimaliðið á odda tíðliga, og alt sá gott út hjá teimum, men stutt fyri steðgin javnaði Dusan Tadic, og í 90. minutti legði liðformaðurin upp til metmálskjúttan Aleksandar Mitrovic. Stór serbisk frøi, meðan portugisar noyddust at ásanna, at teir í mars skulu stríast í play-offs.

[object Object]
Mitrovic í síðstu løtu í Lissabon - tað kann kosta Portugal dýrt 

[object Object]
Mancini skal finna aðrar loysnir til í mars, men EM-gullvenjarin er vísur í, at Italia kemur til HM. Tað eydnaðist ikki, síðst Gli Azzuri var í Playoffs (Mynd: EPA)

Tað skulu italiumenn eisini. Tað er greitt, eftir málleysa javnleikin í Norðurírlandi mánakvøldið, samstundis sum Sveis vann stórt á Bulgaria. Evropameistararnir mistu harvið eisini atgongumerki á stokkinum, og svenska tapið í Sevilla sunnukvøldið ger, at lagnan hjá Zlatan og hinum heldur ikki er greið enn.  

Tað verður í mars, at avgerðin um tey seinastu trý plássini hjá UEFA til HM-endaspælið í Katar fellur. Tey tólv londini - teir tíggju tvey'ararnir, umframt teir báðir Nations League-vinnararnir, ið eru hægst styrkismettir, men sum ikki endaðu í topp-tvey í sínum bólki - hava trý pláss at spæla um.

Býtt verður í tríggjar bólkar (path's) við fýra liðum í hvørjum, har hálvfinalur verða leiktar 24. mars - hvørt lið spælir eina hálvfinalu, og finalur 29. mars. Vinnararnir av hvørjum bólki/leið spælir seg til HM, so harvið skulu tveir dystir vinnast afturat hjá til dømis fyri evropameistarunum fyri at sleppa við til endaspælið -

Víðari til HM - bólkavinnarar: 
Serbia
Svøríki 
Sveis
Frakland
Belgia
Danmark
Niðurlond
Kroatia
Ongland
Týskland

Skulu spæla Play-offs í mars 2022 - (tvey'arar + tveir teir hægst styrkismettu bólkavinnararnir frá NL, ið ikki endaðu í topp-tvey í hesari undankappingini )

Styrkismett: 
Portugal
Skotland
Italia
Russland
Svøríki
Wales

Ikki-styrkismett:
Turkaland
Pólland
Norðurmakedónia
Ukraina
Eysturríki 
Kekkia

(styrkismett er eftir hvussu nógv stig liðini fingu í undankappingini - tey styrkismettu fáa heimavøll í hálvfinaluni)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021

52 Leygardagur 20. november 2021

Spæla báðar dystirnar í triðja umfari í Hoyvíkshøllini

Um vikuskiftið vitjar Spono Eagles úr Sveis H71. Liðini skulu stríðast fyri at taka enn eitt fet í EHF Europa Cup-kappingini

Jana Mittún og hinar sleppa nú av álvara at spæla á heimavølli - her í fyrsta dystinum móti WHC Cair, ið endaði við einum 18-máls sigri (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í kvøld, leygarkvøldið 20. november, verður søga skrivað í Hoyvík, tá kvinnurnar hjá H71 taka ímóti mótstøðuliði úr Sveis í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini.

Í oktober spældu H71-kvinnurnar fyri fyrstu ferð evropeiskar dystir, men tað var í Høllini á Hálsi. Nú verður tað vanligi heimavøllurin hjá H71, ið verður karmur um slíka uppgerð.

Í umfarinum frammanundan vann H71 við heili 25 málum samanlagt á norðurmakedonska WHC Cair. Eins og tá, verða báðir dystirnir leiktir í Føroyum. Í hesum førinum verður tað 20. og 21. november í Hoyvík, har byrjað verður klokkan 18

- Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum eitur Spono Eagles, er – akkurát sum H71 – stovnað í 1971, og hevur vunnið sveitsisku landskappingina fýra ferðir og steypakappingina tríggjar ferðir

[object Object]
Hoyvíkskvinnur skulu hesuferð stríðast um at koma víðari í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm) 

H71 vann grundspælið hjá kvinnum í fjør men endaði við bronsuni. Liðið hjá Inga Olsen gjørdist tó steypavinnari. Í løtuni eru hoyvíkskvinnur nummar fýra í SMS-deildini, har tær ikki enn hava tapt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021

53 Leygardagur 20. november 2021

Gleða seg at spæla ímóti H71 um vikuskiftið

- Eg kann til stuttleika nevna, at seks av okkara spælarum verða verandi í Føroyum líka til mikudagin, tí teir vilja halda feriu har í nakrar dagar – men tó ikki fyrr enn at arbeiðið er fingið frá hondini, sigur forsetin í sveisiska mótstøðuliðnum hjá H71, Spono Eagles

 
SkrivaÐ:

h71.fo

Sveitsiska ferðalagið fór heimanífrá gjáramorgunin og ferðast hendavegin um Keypmannahavn. – Vit gleða okkum at koma til Føroya, sigur forsetin í Spono Eagles, Andras Balmer.

Steypavinnararnir í sveitsiskum hondbólti hjá kvinnum vitja um vikuskiftið føroysku steypavinnararnar H71, og dystirnir í EHF Europa Cup-kappingini millum H71 og Spono Eagles verða spældir í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið og sunnukvøldið, bæði kvøldini klokkan 18.

– Fyri mítt viðkomandi má eg ásanna, at tað ikki er nógv, eg veit um føroyskan hondbólt. Satt at siga, var eg so eiðasørur, at eg í fyrstani helt, at H71 spældi í bestu donsku deildini, men skjótt fann eg útav, at tit sjálvandi hava tykkara egnu bestu deild í Føroyum, sigur forsetin í Spono Eagles, Andreas Balmer.

– Nú havi eg so funnið útav, at Føroyar í hondbólthøpi eru partur av norðurlendsku traditiónini, har hondbólturin hevur nógv størri týdning enn hann hevur tað í Miðeuropa og Sveits. Hjá okkum eru skíðing og fótbóltur nógv størri, men hondbólturin er tó á veg fram. Enn stendur kvinnuhondbólturin tó nakað í skugganum av manshondbóltinum, men tað kemur, sigur forsetin.

[object Object]Elsa Egholm og hinar í H71 fáa sveisiska mótstøðu um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

– Okkara kvinnulandslið er mannað við spælarum, sum dagliga spæla í Týsklandi, Fraklandi og aðrastaðni, so tað grør um gangandi fót. Á liðnum hjá Spono Eagles, sum nú vitjar í Hoyvík og Føroyum, eru allir spælararnir sveitsiskir uttan tann eini, sum er úr Danmark.

Fleiri europeiskar royndir
Spono Eagles hevur síðani 1991 javnan verið við í evropeisku kappingunum, og fleiri av spælarunum hava spælt europeiskar dystir.

Forsetin kundi saman við hinum fegnast um, at Spono Eagles vann so sannførandi samlaðan sigur á KHF Vushtrria úr Kosovo, at málmunurin var ikki minni enn 83-20 yvir báðar dystirnar.

– Eg kann til stuttleika nevna, at seks av okkara spælarum verða verandi í Føroyum líka til mikudagin, tí teir vilja halda feriu har í nakrar dagar – men tó ikki fyrr enn at arbeiðið er fingið frá hondini.

Eitt kvinnufelag burturav
H71 og Spono Eagles eru javngomul feløg, ið bæði eru sett á stovn í 1971. Í dag er Spono Eagles tó burturav eitt felag við kvinnuliðum:

– Tá ið vit tosa um børn undir 9 og 11 ára aldur, so eru onkrir dreingir við, men tá ið teir fylla 12 ár, mugu teir fara til okkurt annað felag, sum teir gjarna finna í einum av grannabýum okkara, sigur forsetin, ið tó rættar seg sjálvan og sigur, at eitt manslið er eftir í felagnum.

– Tað eru menn yvir 35 ára aldur, sum í síni tíð vóru við til seta felagið á stovn. Men kvinnurnar hava yvirhálað teir fullkomiliga, tí tær hava roynst best øll árini, so felagið í veruleikanum er eitt felag, ið burturav hevur gentu- og kvinnuhondbólt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

54 Leygardagur 20. november 2021

Elias toppskjútti í Fraklandi

Sävehof vann í vikuni við fimm málum á Pays d'Aix UC, sum í løtuni liggur á 3. plássi í fronsku kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu skipaði spælið hjá svenska liðnum tað mesta av EHF European League-dystinum og skoraði seks mál og legði upp til seks

19-ára gamli Elias á Skipagøtu spælir nú regluliga á evropeiska pallinum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

IK Sävehof kappast i oddinum í Handbollsligan, har liðið frá Partille, nær við Göteborg liggur á 2. plássi, og liðið hevur nú vunnið tveir dystir á rað í EHF European League. Hetta er greitt eftir 30-25 sigurin í Pays d' Aix UC týskvøldið.

Mótstøðuliðið liggur nummar trý í bestu fronsku deildini - bert Nantes og PSG eru frammanfyri - og var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men útiliðið var greitt omaná frá byrjan, og veruligur spenningur var ongantíð í dystinum.

Verjan hjá Sävehof og serliga málverjin, Bertram Obling, stóð væl. Ofta vóru mistøk hjá heimaliðnum revsað væl og skjótt við kontraálopum. Obling hevði eitt bjargingarprosent á 54 eftir fyrra hálvleik.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var fyri tað mesta inni í álopinum - hann fekk eina útvísing í verjustøðu í fyrra hálvleiki - og har skipaði hann oftast spælið hjá svenska liðnum. Tað gjørdi hann fyri tað mesta við ferð og dygd, og fyrsta mál hansara var eitt ordans undirhondsskot, har hoyvíkingurin so at siga bovlaði.

Hann skoraði trygt uppá síni fyrstu trý brotskøst, og brendi eitt seint í dystinum, tá alt var avgjørt. Elias hevði seks assist, afturat sínum seks málum, eftir okkara uppteljing, og harvið gjørdi hann verulig vart við seg á evropeiska pallinum. Hann var javnsettur toppskjútti við danan Rune Schröder, ið 19-ára gamli føroyingurin spældi upp nakrar ferðir.

EHF European League - bólkur C
triðja umfar - 16. november
Pays d' Aix UC - IK Sävehof 25-30 (10-16)

Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rune Schröder 6 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2021

55 Leygardagur 20. november 2021

Ellivu: Todi og Rógvi í álopinum

Fótbóltsmagasinið Ellivu hevur saman við lesarum og øðrum funnið fram til bestu spælararnar, sum hava verið á landsliðnum

(Mynd: Ellivu)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lesararnir hjá Ellivu hava, saman við einum venjarabólki og einum fjølmiðlabólki, valt Toda Jónsson og Rógva Jacobsen sum bestu áleypararnar í altjóða tíðarskeiðnum hjá føroyska landsliðnum.

Ellivu hevur í ár skipað fyri eini atkvøðugreiðslu, um hvørjir hava verið teir bestu føroysku landsliðsspælararnir í fótbólti, síðani vit fingu altjóða limaskap í 1990. Nú er liðið fullmannað.

Í fyrstu útgávuni í ár bleiv málverjin valdur. Her vann Jákup Mikkelsen plássið í harðari kapping við Jens Martin Knudsen og Gunnar Nielsen. Jens Martin Knudsen vann plássið á bonkinum.

Í aðru útgávuni var eisini hørð kapping um plássini. Í verjuna komu Pól Thorsteinsson, Jóannes Jakobsen, Óli Johannesen og Jens Kristian Hansen. Á bonkinum eru Atli Gregersen og Jónas Tór Næs.

Mitt á miðjuni eru Fróði Benjaminsen og Brandur Hendriksson. Í høgru er Sølvi Vatnhamar, og í vinstru er Christian Lamhauge Holst. Í álopinum blivu valdir Todi Jónsson og Rógvi Jacobsen. 

Á bonkinum sita Jens Martin Knudsen, Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Hallur Hansson, Kári Reynheim og Jóan Símun Edmundsson.

Nýggja útgávan hjá Ellivu er í handlunum kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2021

56 Leygardagur 20. november 2021

E-sport í Margarinfabrikkini – ein royndarverkætlan

Margarinfabrikkin í Havn hevur havt eina royndarverkætlan, har seks næmingar úr ymsum 9. flokkum hava vant E-sport

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Innsent

Síðani mars í árhevur Margarinfabrikkin í Havn roynt eina E-sport royndarverkætlan við seks næmingum. Hetta er ein roynd at fáa ung at brúka E-sport, sum eitt aktivt positivt amboð í frítíð teirra. Næmingarnar eru úr 9.flokkunum úr fleiri skúlum í kommununi, og skulu teir ígjøgnum ymisk skeið í samband við E-sport venjingina.

Rúni Winther Johnsen, ið er venjari hjá E-sport liðnum, greiðir frá, at spælt verður í spælinum CS:GO, ið inniheldur nógvan taktik, strategiir, samskifti, muscle memory, reaktiónsevnir, logik og búskap:

- Næmingarnar skulu ígjøgnum samskiftis-, logic-, lið-, og taktikvenjingar. Og eftir hvørja venjing og aftaná hvønn dyst, skulu næmingarnar ígjøgnum eina sjálvreflektión, fyri at læra meira um seg sjálvan, og hvussu teir kunnu gerast betri til at samskifta og gera hvønn annan betri.

Rúni Winther Johnsen greiðir frá, at spælið CS:GO er heimskent, og er eitt tað mest vanliga E-sport spælið í heiminum.

- Í eitt nú Danmark bjóða tey E-sport í CS:GO í teimum flestu fólkaskúlunum, eftirskúlunum, háskúlum og frítíðartilboð - líka sum Margarinfabrikkin nú ger eina roynd í.

[object Object]

Næmingarnar hava longu roynt seg í altjóða kappingum, har teir hava spælt ímóti øðrum ungum í Danmark, Íslandi og Noregi og tað gekk sera væl. Til kappingina høvdu næmingarnar umleið 300 tímar á baki í spælinum, í meðan flestu mótstøðuliðini høvdu meira enn 6.000 tímar, og høvdu spælt í eini seks ár. Teir endaðu á einum sætta plássi út av 14 liðum.

Næmingarnar høvdu í fyrsta umfarið navngivið liðið “Mammusafabrikk” eftir Margarinfabrikkini, men síðani hava teir skift navn til “Ragnarok”, tí at teir høvdu eitt ynski um at gera liðnavnið meira føroyskt.

Leikarar á liðnum “Ragnarok” eru:
Mathias “Si1van” Lassen (AWP’er)
Aron “Helmet” Hjelm (Lurker / Support)
Tórarin “Torarin200” Midjord (Support / AWP’er)
Rúni “Runivang” Vang (Entry Fragger)
(C) Jaspur “Jas to the pro” Jacobsen (Liðskipari / Zupport)

Í sambandi við pilot-projektið varð samrøða gjørd við næmingarnar, og vórðu teir á einum máli um, at teir høvdu fingið væl burturúr.

Jaspur, sum er liðskipari nú, greiðir frá at hann byrjaði sum Lurker:

- Lurker er ein sum spælir øðrvísi enn øll hini á liðnum. Lurker skal millum annað sníkja seg runt á bananum, fyri at vita um hann fær dripið mótstøðuliði, uttan at tey eru varug við tað. Rollan opnar sum oftast rundirnar, og er tann sum ger at alt spælið verður broytt.

Jaspur kom eitt sindur seinni inn á liðið, og hann helt tað verða sera spennandi frá byrjan. Hann sigur frá, at hann altíð hevur havt áhuga í E-sport heiminum, og at tað tískil lá natúrligt at gerast partur av einum veruligum E-sport liði.

Jaspur nevnir, at tá hann kom inn á liðið, var tað nokkso ógreitt hvør hansara leiklutur var, men hann fann skjótt útav, at honum dámdi best at spæla sum Lurker, fyri at hava eina serastaka ávirkan á liðið:

- Eg tók mær skjótt av at verða hjálpar liðskipari, har eg sjálvur legði stóran dent á samskifti hjá okkum øllum. Eg føldi, at vit allir høvdu spælt betri, um vit høvdu størri virðing fyri hvørjar okkara rollur vóru, og hvussu vit spæla saman sum lið. Tí setti eg mær fyri, at hava eina positiva ávirkan á liðið, við altíð at leggja mítt prei eftir á hinum leikarunum, at tosa pent, vísa virðing og ikki rópa ella tosa óneyðugt.

[object Object]

Sambært Jaspuri hava venjingarnar hjálpt honum nógv við tí at arbeiða í toymi, heldur enn at arbeiða sjálvur.

- Vit lærdu væl og skjótt, at man ikki kann arbeiða sjálvur – tí vit vilja allir tað sama, og saman koma vit longri. Tað hevur verið stórur munur á at spæla online og so at spæla saman í Margarinfabrikkini. At hava spælt saman sum eitt lið við venjingum og venjara, haldi eg sjálvur, at tað hevur havt eina sera jaliga ávirkan á meg sum persónur, har eg nú hugsið nógv longri enn tá eg byrjaði at spæla.

Jaspur sigur frá, at hetta hevur verið ein góð og gevandi verkætlan á fleiri økjum, t.d. viðvíkjandi reaksjónsevnum, logiskum sansi og øðrum eginleikum, og so hava teir á liðnum eisini havt sovornar stuttligar styrkivenjingar. Yvirhøvur heldur hann hesa verkætlanina verða ein jalig uppliving, sum heilt víst kann viðmælast:

- Eg vildi viðmælt øllum ungum at roynt tað – tí tað er ikki bara at spæla. Vit eru sosial, læra nógv og sjálvreflektiónirnar hava havt eina jaliga ávirkan á okkum allar. Vit tora betri at verða erligir, og vit eru nú nógv betri vinmenn enn áðrenn, tí nú síggja vit okkum sum eitt lið ið arbeiðir saman.

Tórarin greiðir frá, at hann var við frá byrjan, eftir at hava prátað við leiðaran í Margarinfabrikkini um E-sport. Hann ynskti beinanvegin at gerast partur av liðnum, tí hann metti tað verða áhugavert, og tí hann gjarna vildi brúka sína tíð og telduna til nakað positivt og verða sosialur í einum veruligum E-sport liði, heldur enn bara at spæla einsamallur online.

- Eg var liðskipari í eina tíð á liðnum, tí eg helt tað verða sera áhugavert at verða tann sum segði hvat vit skulu gera, og eisini fyri at planleggja hvussu vit spæla, nær vit venja og í tað heila tikið hava størri ávirkan á liði. Eg gav so liðskiparabandi víðari til Aron tá ið vit fóru til fyrstu kappingina, tí hann tyktist fyri mær at brenna nógv fyri at gera taktikkir og strategiir. Mín rolla á liðnum er nú Support, tí mær dámar væl at vera tann sum hjálpir hinum á liðnum at spæla betri. Mín rolla snýr seg nógv um, hvussu eg fái útført taktikkin og strategi’ina sum liðskiparin hevur givið okkum, og soleiðis kunnu vit spæla betri inni í dystinum.

Tórarin sigur at hendan verkætlanin hjá Margarinfabrikkini hevur havt stóra og góða ávirkan á hann:

- Fyri meg hevur sjálvreflektiónin aftaná hvønn dyst og venjing havt stóra ávirkan á meg. Eg haldi sjálvur, at eg havi lært nógv meira um meg sjálvan, og eisini havi eg lært nógv meira um menniskjur sum heild, tí vit práta erligt um hvønn annan, og tosa um hvat gekk galið, hví tað gekk galið - alt hjá hvørjum einstøkum. Eg haldi hetta tilboðið í Margarinfabrikkini er ein “lifesaver”, tí annars høvdu vit einki gjørt um kvøldarnar - kanska vit høvdu bara sitið heima og spælt online, men nú síggjast vit og hava tað stuttligt og læruríkt saman. KOYR Á TEAM MAMMUSAFABRIKK!!

[object Object]

Aron, sum eisini hevur verið við frá byrjan, var ongantíð í iva um, at hann vildi verða partur av einum E-sport toymi, tí hann hevur altíð havt áhuga í E-sport heiminum - og serliga at verða við í einum E-sport liði. Aron heldur tað verða stuttligt at kappast og gerast betri:

- Eg síggi eina bjarta framtíð í E-sporti, og eg vil gerast partur av tí við hesum liðnum í Margarinfabrikkini.

Aron hevur leiklutin sum liðskipari á liðnum, og 2nd rollan er support.

- Eg brenni fyri at gera góðar taktikkir og strategiir til liði, og mær dámar væl at analysera hvar leikarnar skulu spæla, og hvussu eg kann gera liði og einstøku leikarirnir betri. Eg fekk liðskiparabandi frá Tórarin, tí mær dámar væl at verða tann sum sigur inni í spælinum hvat vit nú skulu gera - og tá tosað vit ofta um splitt sekund avgerðir, sum broytir ein heilan dyst.

Sjálvur hevur Aron roynt at spælt onkrar online kappingar, men tað við at spæla sum eitt føroyskt lið í Margarinfabrikkini gevur nógv meira, sigur hann, tí teir eru so sosialir í og við at teir spæla á sama stað.

Yndisvenjingin hjá Aroni hevur verið samskiftisvenjing:

- Síðani vit byrjaðu hava vit allir broytt okkara verumáta totalt. Vit byrjaðu við at rópa, lítið skil var í og ofta blivu vit óðir. Nú eru vit púra róligur, vit feira hvørt win hvørja rundu, og hava sera gott team spirit. Eg havi innført, at vit eftir hvørja rundu skulu geva highfive, fyri at leggja dent á, at vit eru eitt lið - saman koma vit langt. Mær dámar væl hvussu væl vit samskifta nú, og haldi sjálvur at vit allir eru nógv betri vinmenn, meira sosialir og hava meira virðing fyri hvørjum øðrum. Vit lurtað eftir hvørjum øðrum, og vit loysa allir trupulleikar saman - eingin stendur sjálvur meira. Eg haldi at hetta tilboðið er ordiliga gott, og eg kundi næstan ikki ímynda mær hvussu tað er ikki at hava hetta tilboði meira. Tað er løgið, at hetta ikki var áðrenn, serliga aftaná at hava roynt tað.

Mathias Lassen greiðir frá, at Tórarin og hann tosaðu við leiðaran á Margarinfabrikkini um møguleikan at gera eitt E-sport tilboð. Teir søgdu henni at flestu støðini kring okkum hava tilboð um E-sport, og at teir, við fleiri vinmonnum, høvdu hendan áhugan. Tí var tað ikki meira enn natúrligt, hildu teir, at Margarinfabrikkin eisini hevði hetta tilboðið. Og tað spældi væl av, tí leiðarin Salua Manai, setti á stovn eina royndarverkætlan. Hetta varð Mattias ordiliga glaður fyri:

- Eg eri ein sera kappingarsinnaður persónur, og varð spentur uppá, at Margarinfabrikkin fór at bjóða út til eitt E-sport lið. Eg var fyrsti í kø’ini til at melda meg til, og slapp heldigvís inn. Eg legði stóran dent á, at eg ynskti at spæla í kappingar, bæði í føroyum og altjóða. Sum partur av einum liði, ynskti eg beinanvegin at gerast ein lykla spælari, fyri at geva mær sjálvum møguleikan at blíva so góður og professionellur sum gjørligt.

Mattias greiðir frá, at hansara fokus á liðnum er at spæla sín leiklut til fulnar. Og hann venur dagliga heima, bæði við liðnum og við aðrar vinmenn, sum eiga teldu heima. Hann sigur frá, at fleiri av hansara javnaldrum eiga onga teldu, og tískil gerst Margarinfabrikkin enn týdningarmiklari.

- Har eru nakrir á liðnum sum ikki eiga teldu heima, og tað ger tað enn betri, at Margarinfabrikkin kann bjóða hetta tilboði í góðum kørmum, har vit eru sosialir og læra at spæla saman.

Mattiasi dámar sera væl venjingarnar við sjálvrefleksjón, og eisini taktik/strategi venjingar:

- Tað hevur lært meg sera nógv um at brúka teldur, spæla spælið til fulnar og hvussu eg kann veksa sum persónur, við at seta meg sjálvan í gongd at læra logikk í bæði spælinum, og eisini brúka tað í skúlanum til at betra meg sjálvan. Eg eri kanska ein meira ego spælari, - tað havi eg lært ígjøgnum reflektiónina, og av tí sama havi eg lært hvussu eg kann spæla meira sum ein liðspælari, og ikki bara spæla solo. Eg dugi nú nógv betri at tosa og skilji hinar á liðnum, og tá eg spæli online nú, so havi eg eitt mál sum lið, og ikki bara hvussu eg sjálvur spæli inni í spælinum. Vit lærdu skjótt, at tá man spælir saman sum lið, arbeiðir saman, so kemur man nógv longri.

Mattias greiðir frá, at hann heldur tað verða løgið í dag, tá hann hugsar aftur til tíðina áðrenn margarinfabrikkin fekk hetta E-sport tilboðið:

- Eg havi ongantíð verið so góður við vinmennirnar sum nú, eg dugi at halda mítt “rage” niðri í botn, eg rópi ikki meira. Eg slái ikki í borði meira, eg brúki ikki keðilig orð online sum fyrr, og eg havi lært nógv um, at tað nyttar ikki at gerast óður at tapa, - men tvørtur ímóti feiri eg øll lítil wins hvørja rundu. Vit rósa hvørjum øðrum nógv nú, og tað tykist mær sum ein nýggj verð er opnað,- tað at vera góður við øll, og ikki bara taka mær av mær sjálvum.

Rúni Vang greiðir frá, at tá royndarverkætlanin byrjaði, og vinmenninir Tórarin og Mathias spurdu um hann var áhugaður at gerast partur av liðnum, so var hann var eitt sindur skeptiskur.

Ikki tí, honum hevur altíð dámt væl hugtakið E-sport, men hann visti ikki so nógv um hvat tað innibar, sigur hann:

- Eg helt í byrjanini, at vit bara fóru at spæla teldu og hugna okkum saman, men eg fann skjótt útav, at hetta handlaði um at útvikla okkum sum persónar, at læra um okkum sjálvar, læra hvønn annan at kenna og gerast betri sosialt tilvitaðir, um samskifti og um hvussu okkara verumáta kann mennast til tað positiva.

Rúni, sum venur judo, greiðir frá, at í tí ítróttini eru ógvuliga miðvísar venjingar. Men tað var eitt lítið sjokk fyri hann, tá teir á liðnum byrjaði at gera enn meira miðvísar venjingar, í samskifti, logikki og reflektións rundum.

- Tað gav so nógv meira enn ein kann seta orð á. Eg havi verið sindur meira friðaligur enn hinir á liðnum í byrjanini. Eg helt meg meira fyri meg sjálvan og spældi mítt egna spæl fyri tað mesta. Men tað kann eg ikki siga meira, tí bara aftaná 2-3 vikur, so byrjaðu hinir á liðnum at koma við konstruktivum kristiskum afturmeldingum, har vit prátaðu og lærdu um hvussu vit skulu arbeiða sum eitt lið, og hvussu eg kundi blíva betri sum leikari og spæla saman. Vit geva øllum hvørjum øðrum feedback, og tað er sera stuttligt og mennandi. Tað er løgið, at man ikki ger tað í øðrum lærugreinum, sum til dømis í skúlanum.

Yndisvenjingin hjá Rúna heldur hann, er tá teir venja inni í spælinum hvør sær.

- Mær dámar væl, at seta meg inn í spælið, koyra musikk í oyrini, og so hita nógv og leingi upp í ymsu bananum vit læra okkum, og so fórdjúpa meg í tað. Mær dámar eisini sera væl taktikkin í spælinum, har vit allir saman læra okkum hvussu vit kunnu kasta við granadum ávís støð, soleiðis at mótstøðuliði ikki fær spælt so væl ímóti okkum. Eg haldi tað vera áhugavert, tí so leggja vit eina góða byrjan til alt liðið samlað, og kunnu útføra okkara strategi og taktik í felag.

Til endans í samrøðuni kemur eisini Rúni inn á týdningin av venjingunum við sjálv-refleksjón:

- Hon hevur nokk givið okkum nógv meira enn vit kunnu seta orð á. Vit læra at práta erligt saman, fortelja hvat vit kunnu gera betri og rósa okkum fyri alt tað lítla sum vit gera gott. Eg havi ongantíð gjørt tað áðrenn eg var partur av E-sport liðnum, og man burdi gjørt tað til nógv fleiri ting enn bara E-sport”, sigur Rúni Vang at enda.

[object Object]
Salua Manai (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Leiðaranum í Margarinfabrikkini, Salua Manai, sigur soleiðis um verkætlanina:

- Eftir at hava fylgt E-sport verkætlanini í eitt gott ár nú, havi eg m.a. lært og sæð hvat ein felags áhugi fyri einhvørjum kann gera við ungu dreingirnar. Tað at kenna seg sum ein part av einum felagsskapi, og at kenna seg týdningarmiklan, vita vit, er avgerandi fyri hvussu vit trívast sum menniskju. Rúni, venjarin hevur megnað at givið hesum dreingjunum eina kenslu av øllum hesum og tað síggja vit aftur í samrøðunum við teir.

- Tað sum teir venja, er ikki bara spælið sjálvt sum teir spæla, men í stóran mun lívsførleikar, sum teir kunnu nýta aftur í teirra skúlalívið eins og frítíðarlívið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2021