Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. november 2021 | Nr. 48 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Doris Hansen fekk kærleikskúluna

SíÐa 2

1 Leygardagur 27. november 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Smittan ov høg – kanningarmegin má uppraðfestast

Tað er ørkymlandi, at tað eftir tvær vikur í gulari vandastøðu, sambært koronuferðsluljósunum, ikki er eydnast okkum at basa smittuni so mikið, sum vit høvdu væntað og vónað.

Smittutølini hesa seinastu vikuna hava verið greið: (alt) ov høg.

Eftir at smittan brendi á aftur hesaferð, eydnaðist tað okkum tíbetur rættiliga skjótt at støðga vøkstrinum, sum var blivin ógvusligur, við upp í yvir hundrað smittað um samdøgrið.

Við átøkunum, boðunum og áheitanunum, sum landsstýrið setti í verk í undanfarnu viku, eydnaðist tað at fáa talið niður aftur – men ikki nóg langt niður.

Nú í meira enn tíggju dagar hevur 7-daga miðalsmittutalið ligið nærmast í stað millum 38 og 42. Tað er hetta talið, ið skal niður á 15 áðrenn ferðsluljósið lýsir grønt, og samfelagið verður latið upp aftur.

Tað vil siga, at tað er ikki eydnast at basa smittuni – als ikki. Vit hava bara fingið hana so mikið langt niður, at hon ikki sær út til at vaksa. Men sambært serfrøðingum skal ikki nógv til fyrr enn positivprosentið kemur upp aftur á markið, har tamarhaldið á smittuni verður mist.

Vónandi klára vit – um ikki annað – at halda smittuna á verandi støði. Tí veruleikin er tann, at okkara smittutøl – eksponentielt – liggja nærmari tí reyða ferðsluljósinum enn tí grøna. Tað er ein sannroynd.

Spurningurin er so, hvat gerast kann við tað. Tann parturin av herferðini hjá tí almenna, sum gongur út upp á at fáa fólk at koppseta seg, er ikki longur nøkur gongd leið.

Talið á koppsettum er komið so langt sum tað kann – nógv hægri enn tað upprunaliga málið fyri hópórin.

Vit skulu eisini venja okkum við – og helst eisini góðtaka – at tað er ein lutfalsliga stórur partur av fólkinum, sum ikki vil koppsetast, og friður verið við tí. Og tá tann eini landsstýrismaðurin eisini heldur fast upp á sítt, so er ongin meining hjá landsins stjórn at halda áfram við teirri herferðini.

At viðkomandi landsstýrismaður arrogant ikki hirðir løgtingslimi, og harvið Føroya fólki, svar upp á hvussu hann hevur kunnað bæði vera til smitturakt brúdleyp og á uttanlandsferð sama vikuskifti, og hvussu hann kann røkja sínar almennu uppgávur í farsóttarmeldrinum, er ódámligt og nakað, ið løgmaður átti at givið honum eitt nevs afturfyri.

Koppsetingin móti koronu er ikki longur eitt amboð til tess at basa smittuni. Tað hava seinastu vikurnar víst. Koppsetingin minkar bara eitt sindur um vandan, og er annars bara ein trygd fyri at sjúkan, tá ella um hon rakar, ikki rakar so hart. Akkurát sum við vanligum beinkrími.

Tí má tað virðast í størri mun, at tað er upp til hin einstaka at verða koppsettur ella ikki.

Hvat er so til at taka? Kanningarmegin má uppraðfestast. Basa vit ikki smittuni her og nú, so verður innan leingi ikki longur nógmikið at hava koppsetingarváttan – helst verður krav um negativa kanning, eisini hjá teimum, ið eru koppsett.

Og tá er ongin loysn at flyta kanningarstaðið í høvuðsstaðnum av havnarlagnum og niðan í Hoydalar. Til eitt øki, sum av náttúruávum er so friðað, at tað ikki eydnaðist brandmyndugleikunum at etablera ein rýmingarveg meðan skúli húsaðist har.

Hoydalar eru ikki egnaðar til koppseting, tí komast skal framat við bili, og tað eru tað ikki umstøður til í Hoydølum í núverandi líki.

Her skal ein onnur og meira hóskandi loysn finnast – sum skjótast! 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6780

    Lisnar síður: 17298

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 27. november 2021

Doris Hansen fekk kærleikskúluna

Hon hevur gjøgnum árini arbeitt íðin fyri tey, sum hava ávísar avbjóðingar at dragast við í samfelagnum, segði dómsnevndin millum annað. Fyrsta kærleikskúlan í ár varð handað á samkomu í Norðurlandahúsinum fyrrapartin

Doris Hansen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var Doris Hansen, sum fekk handað fyrstu kærleikskúluna í ár.

Hetta var á samkomu hjá Dugna í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

Dómsnevndin lýsti arbeiðið hjá Doris millum annað soleiðis:

Hon hevur skarað framúr og víst serligt árræði og framsfýsni gjøgnum nógv ár.

Í virki sínum hevur fyrimyndin møtt nógvum menniskjum við ymsum sinnisligum ella likamligum brekum. Í hesum sambandi hevur hon hoyrt nógvar lagnusøgur sum fyri familjur í Føroyum eru partur av.

Fyrimyndin kendi á sær, at hesar søgurnar og hesin parturin av Føroya søgu skjótt kundi fara í gloymskurnar hav, og tí mátti okkurt gerast áðrenn ov seint var.

Efitr eitt langt kanningararbeiði skrivaði hon bókina “Søgan um hini”, sum í dag er samfelagsligur dýrgripur. 

Somuleiðis hevur hon gjøgnum árini arbeitt íðin fyri tey, sum hava ávísar avbjóðingar at dragast við í gerandisdegnum.

Fyrimyndin hevur eisini stríðst fyri at beetra um umstøður og livikor hjá málbólkinum hjá Dugna. Hon hevur slóðað fyri einum nútímans hugsunarhátti og breiðari fatan av fólki við skerdum førleikum og teirra luti í samfelagnum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað var ein tokksom Doris Hansen sum tók ímóti.

- Hvat skal man nú siga. Eg haldi eg fari at byrja við at siga takk til Dugna og nevndina fyri at hava valt meg. Tað kundu verið so øgiliga nógv onnur sum kundu fingið hana, segði 78 ára gamla Doris Hansen.

- Nú hevur man so nógvar diagnosur, sum man kann seta á fólk, at tað er næstan ein diagnosa upp á fólki. Eg haldi at vit skulu venda tí við og siga, at vit eru øll menniskju, og vit skulu øll møta hvørjum øðrum har sum vit eru. Uttan mun til hvørjar avbjóðingar vit hava, segði hon.

Kærleikskúluna 2021 hevur listakvinnan Jóna Rasmussen sniðgjørt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2021

3 Leygardagur 27. november 2021

Maðurin sum tendraði fjúsið mátti spela burtur áðrenn tað brast

Bilurin, ið skuldi koyra hann burtur frá brestinum, var í ólagið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein maður, sum stóð fyri eini spreinging niðri í sandoyartunnlinum mikumorgunin, mátti “taka beinini á nakkan” og renna burtur fyri ikki at verða raktur av skotinum.

Hetta tí at hann ikki fekk bilin avstað, sum skuldi føra hann burtur frá brestinum.

Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnlum, váttar fyri Portalinum, at tað hendi “eitt lítið óhapp" tíðliga mikudagin.

- Eg havi ikki fingið at vita, júst hvat hendi, men tað var okkurt við at bilurin, ið hann skuldi koyra burtur við, ikki startaði ella fekst í gear, greiðir Teitur Samuelsen frá.

Tunnilsstjórin sigur, at arbeiðsfólkini í tunnlinum arbeiða eftir føstum mannagongdum í slíkum førum.

Tá tey skjóta, verður eldur settur á eitt fjús, sum er so mikið langt, at tað gongur ein minuttur ella so áðrenn dynamittið brestur.

Tað er nóg mikið til at tann, ið tendrar, kann sleppa so mikið burtur, at skotið ikki gerst vandamikið fyri viðkomandi.

Og tað var tað, sum maðurin mátti gera handa morgunin, rann burtur og fann sær eitt skjól, áðrenn bresturin kom.

Sum skilst fekk maðurin ongan skaða av tilburðinum, men bilurin fekk nakrar snuddir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

4 Leygardagur 27. november 2021

Dýrt at kanna frísk fólk: Løgtingið játtar 12 milliónir afturat til koronukanningar

Samgonguflokkarnir vilja hava at vegleiðing verður gjørd um, nær neyðugt er at lata seg kanna fyri koronu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgtingið samtykti hósdagin at játta 12 milliónir krónur afturat til koronukanningar. Sostatt kemur verða tað fyri fíggjarárið 2021 tilsamans játtaðar næstan 45 milliónir krónur til koronukanningar hjá Landssjúkrahúsinum at standa fyri.

Umframt tað, er peningur játtaður til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til koronukanningar.

Teir fýra samgongulimirnir í Fíggjarnevndini gera í álitinum vart við, at tað er av stórum týdningi at kanningarvirksemið verður avmarkað til til einans neyðugar kanningar. Teir vilja hava Kaj leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at gera vegleiðing um kanningarnar.

- Til tess at forða fyri, at óneyðugar kanningar verða gjørdar í sjúkrahúsverkinum og fyri at avmarka útreiðslur landskassans í hesum sambandi, verður heitt á landsstýrismannin í heilsumálum at skipa soleiðis fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørt um, nær tað er neyðugt at lata seg kanna, gera teir fýra vart við í broytingaruppskotinum til triðju viðgerð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2021

5

Størv

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024
6 Leygardagur 27. november 2021

Jenis: Talan er um persónlig viðurskifti

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum vil ikki svara fyrispurninginum hjá Ingilín Didriksen Strøm um, hvørt hann er koppsettur ella hevur verið í sóttarhaldi eftir eitt brúdleyp í oktober mánað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrst í hesum mánaðinum bar Dimmalætting tíðindini um, at Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum hevði verið í brúdleypi hjá miðflokkatingmanninum Steffan Klein Poulsen síðst í oktober, har fleiri vórðu smittað við koronu. Síðani fór landsstýrismaðurin til Danmarkar, har hann luttók í fleiri tiltøkum.

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, setti tí landsstýrismanninum fyrispurning um, um hann hevði latið seg koppseta fyri koronu fyri at kunna røkja sítt starv.

Eisini spurdi hon, um hann hevði verið í brúdleypinum, har fleiri gestir seinni hava fingið staðfest koronu, og, um hann hevði verið í sóttarhaldi eftir hetta.

Tá málið varð tikið upp í Breddanum í farnu viku, segði landsstýrismaðurin, at hann ikki ynskti at avdúka, um hann var koppsettur, ella um hann hevði verið smittaður við koronu.

– Tað vil eg ikki útseta meg sjálvan ella míni nærmastu fyri, segði hann.

Og í svarinum til fyrispurningin hjá Ingilín Didriksen Strøm, vil hann heldur ikki siga, um hann er koppsettur, hevur verið í sóttarhaldi, ella um hann hevur verið í einum ávísum brúdleypi. Tað eru persónlig viðurskifti, sigur hann.

– Ásett er í § 52 a, stykki 1 í tingskipanini, at tingmenn kunnu seta løgmanni og landsstýrismonnum skrivligar spurningar um almenn viðurskifti. Hvørvítt persónur, sum til eina og hvørja tíð røkir landsstýrissess, er koppsettur ella tekur ávísan heiligvág e.l., hoyrir ikki undir almenn viðurskifti. Her er talan um persónlig (heilsu)viðurskifti hjá landsstýrismanninum.

– Leggjast kann afturat svarinum, at aftanfyri spurningar spyrjarans, í besta føri, eisini goymir seg tann misskiljing, at koppseting er ein fyritreyt fyri at røkja týdningarmiklu embætini sum landsstýrisfólk. So er ikki – hvørki sambært stýrisskipanarlóg ella aðrari yvirskipaðari lóg.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

7 Leygardagur 27. november 2021

Koronukanningar í Hoydølum allan veturin

Nú fer ikki longur at bera til at vera kannaður í bili

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður á gamla studentaskúlanum í Hoydølum, at fólk framyvir fara at verða kannað fyri koronu.

Hetta upplýsir Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum.

Á Eystaru bryggu hevur borið til at verið kannaður meðan ein situr í bilinum, men hesin møguleikin verður ikki framyvir, tá kannað verður í Hoydølum.

Orsøkin er vánaliga veðrið í vetur, og í fleiri førum hevur tað ikki verið serliga tespiligt hjá potarunum at standa úti í fleiri tímar.

Potingarnar verða sostatt ikki longur órógvaðar av virkseminum á farstøðini, og opið verður tí frá klokkan 17 seinnapartin og nakað út á kvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

8 Leygardagur 27. november 2021

Bleiv til 3,4 milliónir krónur

Reyði Krossur Føroya takkar øllum sum stuðlaðu landsinnsavningini sunnukvøldið

(Skíggjamynd: Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi 2021)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Reyði Krossur sunnukvøldið taldu upp hvussu nógv var komið inn í landsinnsavningini, vóru 2.928.660 krónur komnar inn, men síðani er hetta talið vaksið.

Reyði Krossur takkaði týsdagin Føroya fólki, fyritøkum, stovnum og kommunum, sum hava latið pengarnar, og sigur samstundis at samlaða upphæddin nú er komin upp á 3.470.671 krónur.

Einstaklingar í Føroyum hava latið yvir 1,1 milliónir krónur. 184 fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur hava latið tilsamans yvir 2,2 milliónir krónur.

- Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin, sigur felagsskapurin.

- Longu nú hevur Reyði Krossur Føroya sent hálvaaðru millión krónur til hjálparátøk úti í heimi. Ein millión er send til hjálparátøk í Afghanistan, har neyðin er ovurstór, og hálv millión er send til hjálparverkætlanir í Bangladesh, eitt nú til frama fyri neyðstæddar ungar kvinnur og at stuðla tilgongdini við koppsetingum.

Restina av mánaðinum ber til at lata pening til landsinnsavningina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

9
Leygardagur 27. november 2021

Birita aftur av fyrsta túri

Skal landa 955 tons av sild til Pelagos seint í kvøld

Birita á Molanum fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum, hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini og bíðað eftir landingartørni.

Birita, sum skipið kallast, er skrásett í Havn, og hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.

- Skipið hevur 955 tons av sild, og vit sleppa framat at landa seint fríggjakvøldið, sigur Birgir Lützen, reiðari.

Hettta er fyrsti túrurin hjá skipinum undir føroyskum flaggi.

Birita fer helst aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2021

10 Leygardagur 27. november 2021

Vestmanna skúli stongdur til 6. desember

Hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni á skúlanum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongin skúlagongd var á Vestmanna skúla hósdagin og fríggjadagin. Skúlaleiðslan í Vestmanna tók mikudagin avgerð um at steingja skúlan aftur í hálvaaðru viku fyri at koma koronasmittuni til lívs.

Í fráboðan til foreldrini skrivar skúlaleiðslan, at hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni, sum hevur gjørt um set á skúlanum í eina tíð.

- Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur verið í samband við skúlan í dag (mikudagin, red.), og er komin við hesum boðum:

Vestmanna skúli steingir vegna koronu frá hósdegnum 25.11.2021 til og við 5. 12.2021. Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið, fyri at vit kunnu basa smittuni.

- Mint verður eisini á um at lata tykkum pota fyri koronu.

Tá skúlanæmingarnir møta aftur til vanliga skúlagongd 6. desember er umráðandi, at øll, sum møta í skúlanum hava negativa koronutest, ella eru vorðin frísk aftur av koronu, stendur í fráboðanini.

Hetta tíðarskeiðið meðan skúlin er stongdur fylgja 1. til 4. flokkur vikuætlanini, og gera tey skúlatingini heima, sum har standa. 5. til 10. flokkur fáa undirvísing umvegis Meet.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

11 Leygardagur 27. november 2021

Munnbind í bussinum er krav og ikki tilmæli

Seinastu dagarnar hava borgarar í Havn gjørt vart við, at teir kenna seg ótrýggar, tí tað eru ikki øll ferðandi við Bussleiðini, sum minnast til at nýta munnbind. Tí minnir Tórshavnar kommuna á, at talan er um eitt krav

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrr í mánaðinum kunngjørdi Tórshavnar kommuna, at øll ferðandi við Bussleiðini skulu brúka munnbind. Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav, sum er galdandi, til nærri boð verða givin.

Hetta minnir kommunan á, á heimasíðuni.

- Seinastu dagarnar hava borgarar gjørt vart við, at teir kenna seg ótrýggar, tí tað eru ikki øll ferðandi við Bussleiðini, sum minnast til at nýta munnbind. Samstundis er vorðið greitt, at summir borgarar ivast í, um áheitanin hjá kommununi skal skiljast sum eitt tilmæli ella eitt krav, skrivar Tórshavnar kommuna.

- Tí gera vit enn einaferð vart við, at øll ferðandi við bussleiðunum hjá Tórshavnar kommunu skulu brúka munnbind fyri at brúka bussin, og at talan er um eitt krav, heldur enn eitt tilmæli. 

Kommunan sigur, at kravið um munnbind er sett fyri byrgja fyri størri smittubreiðslu og fyri at taka atlit til tey í okkara samfelag, sum av einhvørjari orsøk mugu ansa serliga væl eftir. Til dømis tey, sum sjálvi eru í vandabólki ella sum hava familjulimir ella onnur, sum av serligum orsøkum ikki kunnu koppsetast ella eru í vanda, um tey verða rakt av smittuni.  

Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronupass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna.

Førararnir hava tó heimild at seta krav um munnbind og at nokta ferðandi uttan munnbind at ferðast við bussinum.  

Fólk, sum av heilsuligum ávum ikki kunnu brúka munnbind, kunnu tó sleppa undan kravinum við at vísa fram eina læknaváttan, har tað stendur, at viðkomandi ikki tolir at brúka munnbind.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

12 Leygardagur 27. november 2021

Skal ikki vera ókeypis at taka pening út

Tað heldur meirilutin í vinnunevndini sum telur Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn

(Savnsmynd: BankNordik)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn taka ikki undir við uppskotinum um samtyktar frá Tjóðveldi um at geva ókeypis atgongd hjá borgarum at taka pening úr peningastovni.

Tað kemur fram í álitinum, sum er skrivað í vinnunevndini.

Meirilutin, sum er Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Bjarni K. Petersen, metir ikki, at tað er rætt, at vit skulu lóggeva, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum og ikki. Peningastovnarnir eru longu í dag undir sera strangari lóggávu, sum setur sera strong krøv til teirra virksemi, verður sagt.

Teir halda kortini, at peningastovnar áttu at hugt at, hvussu vit kunnu tryggja fólki, eisini fyritíðarpensjónistum og pensjónistum nakrar ókeypis tænastur, so sum atgongd til reiðan pening o.a.

Minnilutin við Bjarna Hammer, Bjørt Samuelsen og Henrik Old mæla løgtinginum at taka undir við uppskotinum.

- Peningastovnarnir í Føroyum hava seinastu árini latið fleiri deildir aftur og tikið fleiri sjálvtøkur niður. Tað er blivið nærum ógjørligt at fáa hendur á sínum egna peningi í nærumhvørvinum; ofta noyðist kundin at flyta seg langa leið, og tá skal hann gjalda fyri at fáa egnan pening útgoldnan, skrivar minnilutin.

- Tað er serliga eldra ættarliðið, sum merkir sviðan av hesum neiligu broytingunum. Tey eldru, sum gjøgnum eitt langt lív hava goldið í ólukkumát og borið tær tyngstu byrðurnar, skrivar minnilutin millum annað í álitinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2021

13 Leygardagur 27. november 2021

Gamla myllan í Neshaga tænt fyri seg

Í síni livitíð hevur myllan spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju

(Mynd: Bjarni Áring Rubeksen, KVF / Sev.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

28 ára gamla Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum fórst 9. november, tá snarljósið sló niður í mylluna, var fyrsta væl eydnaða langtíðarverkætlan við vindorku í Føroyum.

Royndir við at framleiða vindorku inn á netið hjá SEV hava verið gjørdar síðani seinast í sjeytiárunum. Fyrst í Suðuroy og Vágum, og seinni á Hellunum. Eingin av hesum verkætlanunum hepnaðist tó til fulnar. Tað vísti seg at vera sera trupult at fáa myllur, sum hildu til føroyska veðurlagið í longri tíð.

SEV avgjørdi tó at gera eina roynd við Nordtank mylluni, sum bleiv sett til netið í 1993, og sigast má, at hon hevur tænt fyri seg.

Myllan hevur øll árini riggað væl, framleiddi mest fram til 2006, t.e. 550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 til 2021 framleiddi hon uml. 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.

Í síni livitíð hevur myllan framleitt tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið, og harvið spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

14 Leygardagur 27. november 2021

Føroyar og Evrasiatiska Búskaparsamgongan havt fund í Moskva

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini

Jenis av Rana og Sergey Glazyev (Mynd: Uttanríkis og mentamálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS. Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS ráðharri við búskaparmálum, leiddi fundin fyri EABS.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunnað um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum í vár. Landsstýrið, EABS og Vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini í felag. Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

- Russland er millum størstu marknaðirnar hjá Føroyum fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning fyri at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council, russiska handilskamarið og sendiharran hjá Kasakstan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

15 Leygardagur 27. november 2021

Eg koyri teg, tú koyrir meg

Ráðið fyri Ferðslutrygd ger átak móti rúskoyring. Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági eigur hugskotið til "Eg koyri teg, tú koyrir meg"

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hetta er árstíðin, har vit vanliga fara í jólaborðhald at hugna okkum saman við vinum og starvsfeløgum. Og hóast vit kanska ikki hittast og koma saman á júst sama hátt, sum áðrenn korona rakti samfelagið, so eru óivað nógv sum kortini gleða seg til hesa tíðina við hugna og veitslulag.

Eins og undanfarin ár, fer Ráðið fyri Ferðslutrygd (í samstarvi við Betri Trygging og Trygd) at fremja átak fyri at steðga rúskoyring. Hetta verður gjørt við filminum  ”Eg koyri teg, tú koyrir meg”, ið er úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðsta vetur.

[object Object]

Filmslýsingin verður í hesum døgum víst í sjónvarpi, biografi og á sosialum miðlum.

Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.

Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.”

Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:

- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiðir Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.

- Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og vinfólk hennara í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.

Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98 prosent av føroyingum siga, at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring!

Átakið heldur fram hetta til nýggjárs, og løgreglan ger rúskanningar meðan átakið er. Eisini fer løgreglan at lata bilførarum, sum hava síni viðurskifti í ordan, snøggar lyklaringar við boðskapinum ‘Eg koyri teg, tú koyrir meg.’

Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

16 Leygardagur 27. november 2021

Smidligari kæruviðgerðir – Kærustovnurin umskipaður

Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt samt løgting gjørdi í vikuni av at umskipa Kærustovnin. Talan verður um eina smidligari og serføroyska skipan.

Farið verður frá at øll mál skulu leggjast fyri nevndir. Í staðin verður Kærustovnurin sjálvstøðugur stovnur, sum sjálvur viðger og tekur avgerðir um kærur, tó við møguleika fyri at knýta persónar við serkunnleika at kærumálum, har tørvur er á tí.

Í dag virkar Kærustovnurin sum fyrisiting og skrivstova hjá tólv kærunevndum. Eitt politiskt ynski er um, at kæruviðgerðir verða smidligari og effektivari, tó uttan at hetta gongur út yvir viðgerðina.

- Skipanin verður einfaldari og liðiligari enn skipanin í dag við tólv ymiskum nevndum. Hon kann skjótari lagast til nýggjan tørv og nýggj málsøki kunnu lættari leggjast til Kærustovnin. Tað týdningarmesta er, at dygdin á viðgerðini verður minst líka góð, sum hon er í dag, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er í løtuni skrivstova hjá tólv ymiskum nevndum, sum í nógvar mátar eru sera ymiskar.

Nevndirnar verða avtiknar
Nýggja skipanin fer at hava við sær, at kærunevndirnar vera avtiknar næstu tvey árini. Hetta merkir, at kærumál ikki longur fara at noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Heimildir, sum nevndir í dag hava, verða fluttar til Kærustovnin.

Kollegiala skipanin verður tó varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerini hjá Kærustovninum. Kollegiala skipanin byggir á eina meginreglu um, at fleiri heilar hugsa betur enn ein, og at sjónarmið verða mýkt til og betrað í kjaki millum fleiri.

Meginreglan er, at tríggir løgfrøðingar vera við í hvørjari avgerð. Við hesum ber til at tryggja góðskuna í avgerðunum, samstundis sum byrgt verður fyri, at onkur situr púra einsamallur við einum fakøki. Eisini fer at bera til at knýta persónar við øðrum viðkomandi serkunnleika at málum, tá ið tað verður mett at gagna viðgerðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

17 Leygardagur 27. november 2021

Landsbankin: Summi húski eru meira viðkvom fyri rentuhækkingum

Umleið tveir triðingar av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum við eini broytiligari rentu, og hesi húskir verða tí beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harafturat hava umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sambært greining hjá Nationalbankanum (2021), eru summi húskir serliga viðkvom fyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, sum hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir.

Húskir við slíkum sethúsalánum koma í størri mun at nýta størri part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur, tá renturnar hækka. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, veksa mánaðarligu rentuútreiðslurnar við umleið 800 krónum um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar.

Umleið tveir triðingar av skuldini hjá føroysku húskjunum er í føroysku peningastovnunum til broytiliga rentu. Hesi verða tískil beinleiðis rakt, um rentan hækkar. Harumframt hevur umleið helvtin av lánunum, sum føroyingar hava í donskum realkredittstovnum, eina broytiliga rentu. Realkredittlánini við broytiligari rentu hava tó ymisk rentubindingartíðarskeið; renturnar liggja fastar í tíðarskeiðum millum hálvt til fimm ár, og tískil verða øll húskir við hesum lánum ikki rakt beinanvegin av eini rentuhækking.

Restin av skuldini hjá føroysku húskjunum er realkredittlán til fasta rentu (yvir 10 ára rentubindingartíðarskeið). Samanlagt hava 86 prosent av lánunum hjá føroysku húskjunum eina broytiliga rentu og 92 prosent av lánunum eru við avdráttum (sept. 2021).

Megna føroysku húskini ikki at gjalda mánaðarligu lánsgjøldini vegna øktar rentuútreiðslur, kann tað í ringasta føri føra til tap í føroysku peningastovnunum.

Um húskini við stórari skuld eru nógv í tali, kann tað gerast ein váði fyri fíggjarliga støðufestið, um tapini eru stór. Lítið bendir tó í løtuni á, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum, av tí at tey eru fá í tali.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

18 Leygardagur 27. november 2021

Landsbankin: Vøksturin í útlánum eitt vet lægri í 3. ársfjórðingi

Útlán til føroyskar kundar eru tilsamans økt við 1,6 milliardum krónum frá september 2020 til september 2021, har helvtin er úr føroysku peningastovnunum og hin helvtin úr donskum fíggjarstovnum. Vøksturin í útlánunum er 5 prosent hjá føroysku bankunum í september 2021 í mun til sama mánað í fjør og 8 prosent um donsku útlánini til føroyskar kundar verða tald við. Vøksturin í útlánum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Útlánini úr føroysku bankunum eru økt við 5 prosentum ella umleið 800 milliónir krónur í september 2021 í mun til sama mánað árið fyri.

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi, tá hann var 5,8 prosent.

[object Object]

Útlánini til føroyskar kundar úr donsku peninga- og realkredittstovnunum eru økt við 22 prosentum í sama tíðarskeiði. Meginparturin av útlánunum frá donsku fíggjarstovnunum eru sethúsalán frá realkredittstovnum til føroysk húsarhald.

Meginparturin av vøkstrinum í útlánum frá føroysku peningastovnunum stavar frá øktum útlánum til vinnuna. Útlánsvøksturin er serliga høgur innan tænastuvinnurnar; flutnings-, handils-, gistingarhús- og matstovuvinnuna, og fastogn.

Útlánini til samlaðu tænastuvinnuna eru økt við 11 prosent í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021. Líka stórur vøkstur sæst ikki í útlánunum til framleiðsluvinnurnar í sama tíðarskeiði; vøksturin er 4 prosent.

Í almenna geiranum eru útlánini eisini økt, og tað eru serliga kommunurnar, sum toga útlánsvøksturin upp. Útlánini til kommunurnar eru økt við 17prosentum í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

19 Leygardagur 27. november 2021

Flest húski við høgum skuldarlutfalli í Suðurstreymoy

Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 milliónir krónur og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Myndin niðanfyri vísir skuldarlutføll hjá føroyskum húskjum í ávikavist Suðurstreymoy og restini av landinum. Skuldarlutfall er skuldin hjá húskjunum mátað í mun til árligu bruttoinntøkuna hjá húskjunum. Vanliga verða húskir viðmælt ikki at skylda meira enn 3,5 ferðir sína árligu inntøku, men í summum førum verða hægri skuldarlutføll loyvd, eitt nú um útlit eru til, at einstaka húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 innan eitt stutt áramál.

[object Object]

Umleið 1.400 húskir í Føroyum, ella 7,5 prosent av húskjunum tilsamans, høvdu í 2020 eitt skuldarlutfall omanfyri 3.

Tó ber til at hava eitt høgt skuldarlutfall, uttan at skuldin er merkisverd stór í krónum og oyrum. Er inntøkan lág, sum eitt nú hjá einum lesandi, noyðist skuldin ikki at vera serliga stór, áðrenn skuldin er fleirfaldað árligu inntøkuna.

Verður ístaðin hugt eftir húskjum, sum hava skuld omanfyri 2 milliónir krónur, er talið av teimum við skuldarlutfalli omanfyri 3 lægri; tey eru 610 í tali í 2020, ella umleið 3 prosent av øllum húskjum í Føroyum í 2020.

Talið av húskjum, sum skylda meir enn 2 milliónir krónur og hava skuldarlutføll omanfyri 3, eru fleiri í tali í Suðurstreymoy samanborið við húskir, sum búgva aðrastaðni í landinum. Hetta hongur millum annað saman við, at sethúsaprísirnir eru hægri í miðstaðarøkinum.

Í Suðurstreymoy eru húskini við skuldarlutfalli yvir 3 umleið 480 í tali, samanborið við restina av landinum, har tey eru umleið 130 í tali, skrivar Landsbanki Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

20 Leygardagur 27. november 2021

Fixa og Prolakk lagt saman

Bilasølan eisini keypt seg inn í fyritøkuna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Plátuverkstøðini Fixa og Prolakk, sum umvæla bilskaðar, hava nú lagt saman.

Í sambandi við samanleggingina, eru broytingar í eigaraskarðanum. Eigarar av Fixa eru nú Eyðun Berg, Bilasølan og Dánjal Jákup Joensen. Eyðun er stjóri og Dánjal Jákup er dagligur leiðari. 

Fixa flutti í nýggj høli á Hjalla í oktober 2020. Alt virksemið verður nú í nýggja bygningin á Hjalla 34. 

Fixa hevur verið í menning seinastu árini, og leggur seg eftir at veita skaðaumvælingar á høgum støði. Bæði tá tað kemur til góðsku og skjótleika. 

Fixa umvælir øll bilmerki og er umboðandi plátuverkstaður fyri Berg Motors, Nordcar, Bilrøkt, Norðbil og nú eisini Bilasøluna. 

Hóast Bilasølan er við í eigaraskarðanum, so verður Fixa framhaldandi óheft verkstað til gagns fyri allar bilasølunar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2021

21 Leygardagur 27. november 2021

Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Vága kommunu einmælt samtykt

Annað byggistig av Skúlanum á Giljanesi er stórur partur av løgujáttini. Fíggjarætlanin vísir eitt undirskot upp á smáar 36 milliónir krónur

(Mynd: Vága kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu týskvøldið, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verður óbroytt, ávikavist 22 prosent og 5.500 krónur.

Inntøkurnar hjá Vága kommunu fyri 2022 eru mettar til 108,3 milliónir. Raksturin er mettur til 97,1 milliónir og løgujáttanin er upp á 47,4 milliónir.

Í síðstu viku samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir annað byggistig av Skúlanum á Giljanesi. Hetta er ein stórur partur av løgujáttanini, og vísir fíggjarætlanin fyri 2022 tí eitt undirskot upp á 35,8 milliónir krónur. Men hetta er ein týdningarmikil íløga í framtíðina, metir býráðið í Vága kommunu.

Harafturat eru 10 milliónir avsettar til byggibúning, og lagt er upp fyri byggibúning næstu árini. Millum verkætlanirnar, ið eru í umbúna, eru útstykkingarnar norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági, umframt ein minni útstykking í Vatnsoyrum.

Íløgurnar eru stórar, men neyðugar og Vága kommuna heldur seg undir einari álíkning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

22 Leygardagur 27. november 2021

Setti fyrsta spakan í til nýggja útstykking í Leirvík

Víðari útstykkingin á Fløtugerði ger, at pláss verður fyri 16 grundstykkjum og einum øki til íbúðarbygging – Arbeiðið verður væntandi liðugt komandi heyst

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í undanfarnu viku setti Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, fyrsta spakan í til víðari útstykkingina á Fløtugerði í Leirvík.

Býlingurin fær 16 nýggj grundstykkir, ið eru úr 525 til 580 fermetrar til støddar. Hetta kemur afturat teimum 18 grundstykkjunum, sum vórðu liðug í 2019, har fleiri hús nú standa í ger, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Harafturat er pláss sett av til íbúðarøki, sum kommunan fer at bjóða út í næstum. Ætlanin er at bjóða hetta øki út líka sum íbúðarøkið í Norðragøtu, og væntandi kemur hetta økið at geva pláss til í minsta lagi 11 bústaðir.

Tað var á býráðsfundi í mars, at býráðið samtykti at seta gongd á víðari útstykking á Fløtugerði í Leirvík. Teknistovan í Gøtu hevur gjørt uppskotið til hetta byggistigið. Listatión var í september, og á býráðsfundi síðst í september samtykti býráðið at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Articon.

Væntandi verður arbeiðið liðugt í september 2022, skrivar Eysturkommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2021

23 Leygardagur 27. november 2021

Gera ábøtur á gøtuna um Innara vatn

Gøtan um Innara Toftavatn fekk nakað av skaða í áarførinum í síðstu viku

Jan Petersen, arbeiðsformanður, og Kristin Nordenda. Millum ár og dag hava teir arbeitt mangar tímar á gøtuni við Toftavtatn
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Nes og Runavíkar kommuna í felag eina gongugøtu  um Innara Toftavatn. Tiltakið hevur verið til gleði og gagn fyri nógvar borgarar, ið ganga eftir gøtuna dagliga og njóta vøkru náttúrperluna við Toftavatn.

Í áarførinum í síðstu viku kom nakað av skaða á gøtuna, sum arbeiðsmenninir hjá Nes kommunu beinanvegin fóru undir at umvæla.

Arbeiðstoymið hjá Nes kommunu hevur sum uppgávu at taka sær av viðlíkahaldinum av gøtuni. Útreiðslurnar verða býttar helvt um helvt millum kommunurnar, sigur Nes kommuna á heimasíðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

24 Leygardagur 27. november 2021

Næmingar í Vági fyrireika stórt jólatiltak

Pengarnir, sum koma inn, eru við til at fíggja luttøku í norðurlendskari verkætlan

 
SkrivaÐ:

Innsent

Nú flestu bygdirnar gera klárt við jólapynt og tendran av jólatrøum, eru tey í Vágs skúla eisini farin at fyrireika stórt jólatiltak.

Næmingarnir í 7. flokki hava seinastu tíðina starvast runt um í ymiskum verkstovum í skúlanum, eins og at teir hava fingið ymiskt tilfar úr viðarlundini og frá fyritøkum, sum tey hava evnað til soleiðis at tey hava gjørt ymiskt jólapynt, sum tey fara at selja og vísa fram á jólasølu um vikuskiftið.

[object Object]

Næmingar eru eisini partur av einari norðurlendskari verkætlan, har næmingar og lærarar í Íslandi, Føroyum og Finnlandi vitja hvør annan og arbeiða saman um læring í nærumhvørvinum, og tað er til hesa verkætlan, at næmingarnir savna pening, soleiðis at tey kunnu vitja hesar norðurlendsku grannarnar.

At fólkaskúlanæmingar soleiðis arbeiða við einum evni yvir eina tíð, er eisini sera gott fyri sálarheilsuna hjá teimum og er í trá við tey tilmæli, ið Fólkaheilsuráðið varpar ljós á við átakinum ABC fyri sálarheilsu. Og tað er júst tað, lærararnir hava upplivað hesa tíðina, at næmingarnir hava verið hugbundnir og virknir, samstundis sum tey hava verið saman.

Nú jólasøla letur dyrnar upp leygardagin og sunnudagin er góður møguleiki at vitja inn á gólvið, at fáa ein kaffimunn, samstundis at til ber at taka jólamyndir og lurta eftir jólasøgu frá Bubu ella sangi frá børnunum í innskúlingini í Vágs skúla, og á henda hátt stuðla hesum næmingunum í verkætlan teirra.

Meiri kunning kemur á facebook síðuna: Jólasøla og jólakafé í Vágs skúla. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

25 Leygardagur 27. november 2021

Fara at kanna hvussu kostur og rørsluvanar ávirka vágan fyri krabba

Sjúrður F. Olsen, professari og yvirlækni á Statens Serum Institut, ið er atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum, og onnur, fara í næstum at kanna neyvari, hvussu kostur og rørsluvanar ávirka vágan hjá okkum at fáa krabba

(Mynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sjúrður F. Olsen, professari og yvirlækni á Statens Serums Institut, og onnur fara í næstum at kanna neyvari, hvussu nógv kostur og rørsluvanar ávirka vágan hjá okkum fyri at fáa krabba.

Danska Krabbameinsfelagið hevur játtað eina hálva millión krónur til verkætlanina, sum er eitt framhald av kanningum, sum longu eru gjørdar. Játtanin kemur frá átakinum Knæk Cancer 2021.

Í Danmark og Noregi hava granskarar í tveimum stórum vísindaligum kanningum fylgt 180.000 børnum úr móðurlívi og frameftir. Tey elstu børnini í kanningunum eru nú 24 ár.

Granskingartoymið ætlar at víðka kanningarnar við leypandi at savna upplýsingar um kost og rørsluvanarnar hjá luttakarunum, og fer hetta at geva eina einastandandi vitan um, hvussu kostur og rørsluvanar ávirka vágan hjá okkum fyri at fáa krabbamein, skrivar Granskingarráðið.

Sjúrður F. Olsen er atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2021

26 Leygardagur 27. november 2021

Kongalig viðurkenning til Filmshúsið

Umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni, og síðani til døgurða á Fredensborg Slot

Tina í Dali Wagner saman við manninum Jónas í Dali framman fyri Fredensborg slot
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leiðarin á Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner fekk í oktober eina innbjóðing frá Margrethu drotning. Talan var um eitt stórt tiltak, har umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni og síðani til døgurða á Fredensborg Slot.

Tina í Dali Wagner, sum umboðaði Føroyar, heldur hesa innbjóðing vera eina viðurkenning av spírandi føroysku filmsvinnuni:

- Hóast Filmshúsið ikki hevur nógv ár á baki, hevur virksemið verið nógv. Filmsvinnan hevur eisini ment seg og støðugt fjølbroyttari filmar verða framleiddir, hóast játtanin til filmsstuðul ikki er stór. Vit royna at vera sjónlig bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands, sigur Tina í Dali Wagner. 

Í summar vitjaði Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum har hon m.a. fekk kunning um spírandi filmsvinnuna í Føroyum. Jón Hammer, nevndarlimur í Stýrinum fyri Filmshúsið, greiddi frá um føroyska filmsframleiðslu og vísti brot úr filmsrøðini "Trom" eins og úr heimildarfilminum "Heartist", ið snýr seg um Sigruna Gunnarsdóttir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

27 Leygardagur 27. november 2021

Spennandi skjøl til skjalasavnið á Tvøroyri

Dagbøkur frá Albin Åkeson og kassabøkur og annað frá Clæmint Eliassen verða mett sum virðismikil savnindi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Kongabrekkuni, har Tvøroyrar Skjalasavn heldur til, er stórur aktivitetur. Handverkarar eru í gongd við at víðka um goymsluarealið, soleiðis at savnið kann hýsa trífalt so nógvum tilfari, sum tað ger nú. Hetta er í tøkum tíma, tí tað legst aftur at savnindunum nærum alla tíðina.

Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, fegnast um, at fólk hava tikið so væl ímóti savninum. Tað, at fólk sjálvboðin seta seg í samband við teir og annars eru fús at lata tilfar, síggja teir sum eitt tekin um at fólk virðismeta savnið og hava tikið tað til sín sum eitt stað, har søguligu dýrgripirnir trygt kunnu vera varðveittir til komandi ættarlið.

[object Object]
Umfevnandi tilfar frá Albin Åkesson. Millum annað tekningar av húsunum, ið Albin Åkesson lat byggja

Dagbøtur og nágreinilig yvirlit
Hesa vikuna hevur savnið fingið tvey sera spennandi savnindi. Enn einaferð hevur Bjarni Åkesson Filholm sent tilfar frá abba sínum, Albin Åkesson, ið kom til Føroya at arbeiða sum kolanámsmaður í 1901.

Albin var eitt langt tíðarskeið arbeiðsformaður hjá Tvøroyrar kommunu, og í arbeiði sínum førdi hann nágreiniligt yvirlit yvir hvat arbeiði varð gjørt, hvør var til arbeiðis og hvussu nógvir tímar og tilfar varð nýtt. Eisini skrivaði hann dagbók um tað, ið honum fyrifórst og er tað ein satt gullnám hjá honum/henni, ið hevur hug til at fáa eitt lítið innlit í, hvat hendi í gomlum døgum á Tvøroyri.

Dagbøkurnar fevna um tíðarskeiðið 1937-1960, og greiður millum annað neyvt frá millum annað tilburðin í 1941, tá týskt hernaðarflogfar bumbaði á Drelnesi.

[object Object]
Fiskimið, ið Clæmint Eliassen skrivaði sær niður

Clæmint Eliassen og deksbáturin Heimdal
Eitt annað spennandi savnindi er eisini komið frá Esther Simonsen. Esther er dóttir fyrrverandi missionerin og borgarstjóran á Tvøroyri, Clæmint Eliassen, ið kom til Tvøroyrar í 1926.

Clæmint var fjølvirkin maður á Tvøroyri. Tá í tíðini vóru ikki nógvir pengar um hendi og lønin fyri missionerarbeiðið gav ikki nóg mikið til at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga. Clæmint keypti sær tí dekksbátin Heimdal í 1935, sum fleiri eiga at minnast, og róði út eitt langt tíðarskeið frá trýatiárunum og heilt fram til umleið 1980 – Clæmint var tiltikin kalvamaður.

Frá Esther hevur savnið fingið kassabókina fyri Heimdal og annað áhugavert. Eisini ein bók, har Clæmint hevur skrivað sær fiskimið niður.

Clæmint var, sum áður nevnt, borgarstjóri á Tvøroyri. Hetta starvið røktaði hann frá 1957-59 og var tað hann, ið avdúkaði minnisvarðan yvir Rasmus Effersøe innast á Tvøroyri, beint við gomlu Bedingina, hin 3. mai 1957.

Skjalasavnið takkar fyri stórfingnu gávurnar og letur samstundis heilsa, at um fólk liggja inni við søguligum tilfari við tilknýti til kommununa, eru tey hjartans vælkomin at seta seg í samband við Tvøroyrar Skjalasavn.

Kelda: tvoroyri.fo



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

28 Leygardagur 27. november 2021

Montaigne á føroyskum

Eilif Samuelsen hevur flutt enn ein heimspekiligan klassikara yvir í føroyskt mál

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin kom ”Essay” eftir heimspekingin Michel de Montaigne út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út.

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. Talan er um fyrstu bók av trimum í røðini “Essay”.

Ein søgumaður hevur lýst árið 1580 sum ódnareygað. Eitt andarhald við stokkutari logn, tá ið tey ógvisligu trúarkríggini í Fraklandi eru í ferð við at skifta úr einum skeiði í eitt annað. Júst hetta árið gevur Montaigne út fyrsta upplagið av sínum essayum.

Michel de Montaigne (1533-1592) vaks upp á borgini Montaigne tvær míl eystan fyri Bordeaux. Ættin var múgvandi yvirstætt, og Michel fekk eina nútíðar uppaling tá í tíðini. Eftir løgfrøðiútbúgving skapti hann sær eitt navn í løgfrøðiligari og politiskari yrkisleið, og sat í høgum embætismannastørvum eftir ættarsiðvenjuni.

Seinni loysti hann seg úr hesum størvum, og tók seg aftur til borg sína og fór at skriva sínar persónligu hugleiðingar, sum hann kallaði essay. Við hesum skapti Montaigne eitt nýtt tekstslag.

Enn eftir 400 árum er ríka verkið hjá Montaigne tíðarbærur og umráðandi lesnaður.

Hetta er átjanda útgávan hjá forlagnum Hemlið, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi. Bókin er 423 blaðsíður. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

29 Leygardagur 27. november 2021

Monika Stauss Joensen gevur út endurminningar

“Av Matterhorn í Leirvíkstún” er heitið á nýggju bókini.Útgávutiltak verður í Leirvík sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin seinnapartin verður útgávutiltak í Báta- og Listasavninum í Leirvík við bókini “Av Matterhorn í Leirvíkstún”, sum Monika Stauss Joensen, violinleikari og rithøvundur, hevur skrivað!

Bókadeildin gevur bókina út.

Á tiltakinum fara Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen at spæla nøkur løg, Paula Gaard, bókmentafrøðingur, fer at hava stutta samrøðu við Moniku um bókina, og Osmund Justinussen fer eisini at siga nøkur orð. Bókin verður seld fyri serprís á tiltakinum og Eysturkommuna bjóðar kaffi og køku.

[object Object]

Um bókina
Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetir teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?

Í “Av Matterhorn í Leirvíkstún” eru áhugaverdar, nemandi og hugfarsligar hugleiðingar um, hvussu tað er at búseta seg í Føroyum sum útlendingur, har alt er so nógv øðrvísi enn tað, tú kennir úr heimlandinum.

Vit kunnu lesa um ymiskt, Monika Stauss Joensen hevur møtt á leiðini, saman við familju og vinum og sum yrkistónleikari úti og heima. Her eru forkunnugir minnisbitar, sum reika aftur í barnaárini í Sveis, og sum knýta seg í tíðina í Føroyum, og sum binda alt saman.

Tiltakið á Báta- og Listasavninum í Leirvík verður sunnudagin kl. 16. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

30 Leygardagur 27. november 2021

Jól við Løkin ger koronatillagingar

Heitir á fólk um at flyta síni atgongumerki ella fáa tey afturgoldin

Jól við Løkin (savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú Føroyar framhaldandi eru gular við atliti til koronasmittuna, síggja fyrireikararnir seg noyddar til at gera broytingar í teimum ætlaðu fýra Jól við Løkin-konsertirnar, sum verða hildnar leygardagin 4. og sunnudagin 5. desember.

Orsøkin er, at ov nógv atgongumerki eru seld í mun til hvussu nógv fólk nú kunnu sleppa inn í konserthølið.

Fyrireikararnir hava tí sent bræv út til tey, ið hava keypt atgongumerki fyri at greiða frá støðuni.

Tær fýra konsertirnar verða hildnar sum ætlað, tó við færri fólkum inni. Uppgávan er nú at minka talið av áhoyrarum til hvørja av hesum konsertunum fið 50.

Til tess at øll kunnu fáa høvi at uppliva konsertirnar, verður tí skipað fyri eini eykakonsert fríggjakvøldið 3. desember.

Heitt verður tí á fólk um at flyta síni atgongumerki til hesa konsertina ístaðin.

Ein annar møguleiki er at avhenda sítt atgongumerki og fáa peningin endurgoldnan.

Krav verður sett til allar gestir til Jól við Løkin um at vísa koronupass, koronukanning yngri enn 72 tímar ella prógv sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.

Freistin fyri at boða frá í hesum sambandi er á middegi fríggjadagin.

Tey, ið framføra tið Jól við Løkin í ár eru: Heini Lützen, Bárður á Lakjuni, Jónhild Djurhuus, Lív og Tróndur Enni, Anna Lovisa Mýri, Dupultkvartettin, Jóannes B. Lamhauge og Fríði Sigmundsson. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

31 Leygardagur 27. november 2021

Barnabati savnar inn til jólahjálp

Í miðal liva áleið 550 børn í Føroyum í fátækraváða hvørt ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú jólini nærkast, stundar eisini til árligu Jólahjálpina hjá Barnabata, eisini kend undir heitinum Í Menniskjum Góður Tokki, her vit savna inn pening fyri at kunna stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum. 

Seinastu fimm árini hava yvir 2.700 børn í Føroyum fingið ágóðan av hesum átakinum. Sambært hagtølum hjá Barnabata, eru tað í miðal áleið 550 børn í Føroyum, ið liva í fátækraváða hvørt ár. Útrokningin byggir á altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. 

Fyri at stuðla hesum familjum hevur Barnabati sent út Jólamyndina til øll húsarhald í Føroyum. Jólamyndin verður borðin út av Posta, og er at finna saman við lýsingarbløðunum. 

Jólamyndin er, umframt ein mynd til børn og barnsligar sálir at seta lit á, eisini ein lutaseðil við fýra vinningum frá Atlantic Airways.  Um ein ynskir at stuðla, og samstundis verða við í lutakastinum, so ber til at skráseta Jólamyndina inni á heimasíðuni hjá Barnabata. 

Umframt jólamyndina, so skipar Barnabati eisini fyri eini stuðulskonsert, ið verður send í sjónvarpinum 3. sunnudag í advent. 

Til ber at søkja um Jólahjálp umvegis heimasíðuna hjá Barnabata frá mikudegnum 24. november til og við mikudagin 1. desember. 

Tíðindaskriv frá Barnabata



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

32 Leygardagur 27. november 2021

Fólkafundur: Make the North Great Again

Skulu Føroyar vera sjálvstøðugar? Er fiskivinnupolitikkurin rættvísur? Hvussu er sambandið millum Føroyar og Danmark? Kom á “fólkafund” og ver við í kjakinum, tá Norðurting kemur til Havnar 1. desember kl 19.30 í Norðurlandahúsinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Er tað skemt ella álvari? Tað er tað fólk oftast spyrja Amund Sjølie Sveen, tá hann ferðast runt í Norðurøkinum við sínum reyða flaggi og slagorðinum “Make the North Great Again”. Men hví kann tað álvarsama ikki vera stuttligt? Norðurting er stuttligt, men sanniliga eisini í álvara.

Norðurting er ein listalig verkætlan, sum vendir sjóneykuni ímóti politiskum spurningum í norðurøkinum. Tað verður sett fram, at politiska og fíggjarliga valdið liggur uttanfyri sjálv økið. At økið enn ber brá av hjálandaveldi. Og at Norðurøkið má reisa seg.

Tí ferðast Amund Sjølie Sveen runt og bjóðar til Norðurting. Fyri at skapa eitt rúm til kjak og hugleiðing um valdið, búskapin og samleikan í økinum. Hann vil broyta háttin vit hugsa um okkum sjálvi og onnur. Við sær hevur hann eitt stórt neonskelti við boðskapinum Make the North Great Again, sum er ein viðmerking til royndina hjá Trump at keypa Grønland. Norðurøkið er ikki til sølu! Vit taka stýringina aftur.

1. desember kl. 19.30 eru øll boðin til Norðurting í Norðurlandahúsinum. Á skránni er m.a. punktónleikur, felagssangur, powerpoint, atkvøðugreiðsla, happadráttur, politiska greining og konfetti.

Afturat stovnaranum av Norðurting Amund Sjølie Sveen luttaka eisini tónleikarin og tónaskaldið Erik Stifjell og hesir føroyingarnir: Jenis av Rana, Edith Dahl Jakobsen, 200, Harmoniorkestrið GHM, Vár Bech Árting frá Riva, Dansibólkur frá háskúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

33 Leygardagur 27. november 2021

Heimskendur norskur plátuvendari á Voxbotn

Háaktuelli Tungevaag fer at blása nútímans dansitónar yvir Vágsbotn 25. juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein heimsstjørna kemur á Okkara Voxbotn. Talan er um háaktuella Tungevaag, sum fer at blása nútímans dansitónar yvir Vágsbotn 25. juni 2022.

Hann hevur fleiri altjóða hitt í skjáttuni og er virdur fyri sín orkumikla og melodiska tónleik. Martin Tungevåg byrjaði sum 15 ára gamal at framleiða tónleik í kamari sínum, og sum 21 ára gamal skrivaði hann undir ein sáttmála við týska felagið Kontor Records, og her framleiddi hann sítt fyrsta risa hitt, Wicked Wonderland.

Pílarnir peikaðu nú beint uppeftir, og Tungevaag var at finna á flest øllum plakatum til stóru festivalarnar kring Evropa. Hann hevur fingið eina røð av virðislønum bæði í heimlandinum og kring Evropa og Asia. Millum annað hevur hann fingið Gold og Platin 115 ferðir og hevur enn einaferð sníkt seg á top 100 yvir heimsins bestur DJ.

Hetta vitnar um, at tað er ein óvanliga vælumtóktur ungur maður, ið kemur at gera Vágsbotn til eitt risa dansigólv tann 25. juni 2022. 

Á stroymingssíðunum hevur hann yvir 4 milliardir av stroymingum. Millum hansara kendastu løg eru m.a Samsara, All for love, Badboy, Dance og Wolf og í løtuni hittar hann við lagnum PLAY, sum hann hevur framleitt við fleiri øðrum. Nýggjasta staklagið “Ride with Me” (feat. Kid Ink), kom út í 2021, so tað er ein háakutellur Tungewaag, sum nú kemur á Okkara Voxbotn 2022.

Frammanundan er greitt, at HUGORM eisini fer at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

34 Leygardagur 27. november 2021

Danska sjóverjan drap fýra sjórænarar

Manning av fregattini Esbern Snare skutu í sjálvverju mikukvøldið - vitjanin hjá Mette Frederiksen umborð mátti avlýsast

Esbern Snare (Mynd: Anders V. Fridberg / Forsvaret)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein skotbardagi millum manning á danska verjuskipinum Esbern Snare og afrikanskar sjórænarar umborð á skjóttgangandi báti í einum øki sunnan fyri Nigeria í gjár, endaði við at fýra sjórænarar lótu lív. Ongin danskur hermaður fekk skaða.

Tað upplýsti danska sjóverjan í tíðindaskrivi hósdagin.

Sjóverjan greiðir frá, at Esbern Snare hevði fingið boð um ein skjóttgangandi bát, har illgruni var um, at talan var um sjórænarar. Danska fregattin sendi Seahawk-tyrluna út at kanna bátin, og tyrlumanningin kundi staðfesta, at amboð vóru umborð, sum bóru boð um sjórænaravirksemi. Mikukvøldið sendi Esben Snare so eina deild frá Frømandskorpset avstað í RHIB báti fyri eftir sjórænarabátinum.

Tá tað ikki eydnaðist at fáa bátin at støðga, skutu danirnir ávaringarskot, og sjórænararnir svaraðu aftur við at skjóta eftir danska bátinum.

Donsku hermenninir svaraðu aftur í sjálvverju, stendur í tíðindaskrivinum. Ongin dani fekk skaða í tilburðinum, meðan fimm av sjórænarunum vórðu raktir, harav fýra doyðu.

Sjórænarabáturin sakk, og sjórænararnir vórðu bjargaðir umborð á donsku fregattina.

Vitjan hjá Frederiksen mátti avlýsast
Esbern Snare varð í oktober sendur avstað til Guineaflógvan at tryggja altjóða siglingarleiðirnar har móti sjórænarum.

Skotbardagin hendi kvøldið fyri, at Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, og Jakob Ellemann-Jensen, formaður fyri Venstre, skuldu vitja umborð á Esbern Snare. Tey bæði vóru á vitjan í Ghana, og skuldu eftir ætlan vitja umborð seinnaparitin hósdagin. Men henda vitjanin mátti avlýsast, tí ein slík vitjan umborð ikki var møgulig, boðaði forsætisráðið frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

35 Leygardagur 27. november 2021

Yvirtøkuætlanir í Grønlandi

Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka málsøki partafeløg, roknskap og grannskoðan

Pelle Broberg, landsstýrismaður (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendska heimastýrið arbeiðir nú við at yvirtaka málsøkini, sum umfata partafeløg, roknskap og grannskoðan frá danska statinum. Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at arbeitt verður við eini yvirtøku, ella heimtøku, sum grønlendingar kalla tað.

Tað er landsstýrismaðurin við vinnu- og handilsmálum, Pele Broberg, sum boðar frá, at hann er farin undir samráðingar við ríkismyndugleikarnar um yvirtøku av málinum.

- Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð. Tað er gongd í málinum og eg fegnist um, at tað er eitt samt landsstýri, sum hevur samtykt at fara undir hetta, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.AG.

Málið hjá grønlandska landsstýrinum, Naalakkersuisut, er at smíða eina lóggávu, ið er ætlað Grønlandi.

Í løtuni verður hetta øki stýrt sambært danskari lóggávu, og tað ger arbeiðið trupult, tí danska lóggávan er tilpassað danska ES-limaskapinum. Grønland er, sum kunnugt, ikki limur í ES.

Seinast grønlendingar tóku eitt málsøki heim var í 2010, tá økini ráevni og frálanda arbeiðsumhvørvi vórðu yvirtikin.

Enn er ikki greitt nær lóggávan fyri partafeløg, roknskap og grannskoðan kemur á grønlendskar hendur.

- Vit rokna við, at tað kann henda einaferð komandi ár, um alt gongur sum ætlað, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.

Við yvirtøkuni verður eisini ein talgilding av økinum gjøgnumførd. Talgildingin hevur fyrimunir við sær, tá feløg skulu skrásetast, og tað verður eisini lættari at fáa eitt yvirlit yvir grønlendska vinnulívið.

Enn er onki sagt um, hvat kostnaðurin av hesi heimtøkuni verður, men her er talan um eina av teimum bíligu yvirtøkunum, sigur Pele Broberg.

Í samgonguskjalinum hjá núsitandi landsstýri stendur annars, at matvøruøkið skal yvirtakast. Hetta er eitt av teimum meira kostnaðarmiklu yvirtøkunum. Roknað verður við einum kostnaði millum 25 og 30 milliónir krónur um árið, skrivar Sermitsiaq. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

36 Leygardagur 27. november 2021

Nýggj stjórnaravtala í Týsklandi

Tekur tó nakrar vikur áðrenn klárt er at velja Olaf Scholz til nýggjan samveldiskanslara

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Undir yvirskriftini “At tora meira framburð – ein samgonga fyri frælsi, rættvísi og burðardygd” hava tríggir týskir flokkar júst kunngjørt eina stjórnaravtalu, sum ger sosialdemokratin Olaf Scholz til nýggja kanslara Týsklands.

177 síður langa stjórnaravtalan stingur út í korti kósina fyri, hvussu teir tríggir flokkarnir, sosialdemokratarnir, umhvørvisflokkurin Tey Grønu og liberali FDP-flokkurin, kunnu nýmótansgera Týskland.

Flokkarnir vilja eitt nú seta ferð á stríðið fyri veðurlagnum, við at seta sum mál, at í 2030 skal 80 prosnent av streymframleiðsluni vera grøn, og at framleiðsla við koli skal støðgast so líðandi.

Tey vilja eisini gera stórar íløgur í talgilding av almennu umsitingini, so gevast kann við at brúka faksmaskinur í heilsuverkinum.

Stjórnaravtalan leggur eisini upp til, at lógliggera kannabis, so at vaksin sleppa at keypa hassj til gamans í handlum við serligum loyvi, við at lækka valaldurin úr 18 niður í 16 ár og skifta umstríddu kontanthjálparkipanina, Hartz IV, út við eina nýggja borgaraveiting.

Longu næsta ár skal lógarbundna minstalønin hækkast úr 9,6 upp í 12 evrur um tíman – hetta fer at geva umleið 10 milliónum týskarum eina lønarhækking.

Stjórnaravtalan skal nú góðkennast í teimum einstøku flokkunum, áðrenn Olaf Scholz eftir ætlan um einar tvær vikur, kann veljast til nýggjan kanslara, skrivar dr.dk. 

[object Object]
Olaf Scholz, formaðurin fyri sosialdemokratarnar, verður væntandi valdur til kanslara um nakrar vikur (Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

37 Leygardagur 27. november 2021

Týskir flokkar samdir um at gevast við kolaorku

Og gass skal ikki verða loyvt at brúka í orkuframleiðsluni frá 2040

Nýggja týska stjórnin fer at venda bæði koli og gassi bakið frá ávikavist 2030 og 2040
SkrivaÐ:

Jan Müller

Teir tríggir flokkarnir, SPD, FDP og tey Grønu vóna at semjast um seinastu smálutirnar í eini samstarvsavtalu í dag. Henda fevnir so eisini um at so líðandi at steðga kolanýtslu í orkuframleiðsluni fram til 2030.

Veðurlagspoltikkurin stendur sera frammaliga í avtaluni. Umframt at gevast við kolanýtsluni, so eru flokkarnir eisini samdir um, at gass ikki skal verða brúkt í orkuframleiðsluni frá 2040 veit Reuters at siga frá.

Forboð verður sett móti at brúka gass í upphitingini í nýggjum húsum. Frá 2035 verður ikki loyvt  at selja bilar, sum brúka diesel og bensin. Hetta er í tráð við tað, sum ES hevur sett út í kortið. Tey Grønu høvdu ætlað at rokkið hesum máli fyrr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

38 Leygardagur 27. november 2021

-Steðga vit nýggjari oljuframleiðslu steðga vit loysingini

Orðini eigur fyrrverandi fyrstiráðharrin í skotsku SNP stjórnini, Alex Salmond. Hann ávarar núverandi leiðsluna í skotsku stjórnini um ikki at stegða nýggjari oljuframleiðslu. Tí tað fer at forða fyri loysingini.

Alex Salmond, fyrrverandi fyrstiráðharri í skotsku stjórnini, heldur loyvi skal verða givið til nýggjar oljuútbyggingar. Alt annað fer at skaða arbeiðið fram móti einum sjálvstøðugum Skotlandi
SkrivaÐ:

Jan Müller

Alex Salmond samanber, sambært skotskum miðlum, andstøðuna hjá Nicola Sturgeon, núverandi fyrstaráðharra í Skotlandi, móti Cambo oljukelduni, við avgerðina hjá Margareth Thatcher í síni tíð at banna kolanámsvinnuni.

Hann sigur, at fíggindaliga sinnaða støðan hjá Sturgeon til oljuvinnuna, fer eisini at fáa avleiðingar fyri royndirnar at fáa Skotlandi meira sjálvstýri og loysing, og tað fer at kosta SNP flokkinum tíggjutúsundtals atkvøður.

Fyrstiráðharrin, hvørs meiriluti í skotska tinginum er tengdur at stuðuli frá teimum grønu, herdi í vikuni síni úttalilsi um Cambo oljukelduna eystan fyri Føroyar og segði, at hon eigur ikki at fáa grønt ljós men viðgekk samstundis, at endaliga avgerðin liggur hjá bretsku stjórnini. Henda hevur síðani gjørt greitt, at hon fer ikki at steðga nýggjum oljuútbyggingum, tí Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat. 

Avgjørdu úttalilsini hjá SNP leiðaranum hava sett gongd á  ávaringarklokkurnar hjá SNP politikarum í norðureystura parti av Skotlandi, sum bera ótta fyri, at mótstøðan móti Cambo útbyggingini fer at kosta mong størv og økja um bindingarnar til innflutning av kolvetnum.

Alex Salmond, sum eftir stríð við Sturgeon, hevur stovnað sín egna flokk, loysingarflokkin Alba, hevði í vikuni grein í Sunday Mail, har hann m.a. skrivaði:

“Avleiðingarnar av at steðga útbygging av Cambo kunnu gerast víttrøkkandi, ikki bara fyri SNP flokkin men fyri alla sjálvstýrisrørsluna.

Olja og gass hava altíð verið partur av kravinum um loysing, og tí er tað eitt stórt afturstig fyri loysingarrørsluna, hvørja ferð leiðarin fyri SNP stingur oljuvinnuna í bakið. Sjálvandi skal Cambo verða útbygt, men tað má eisini verða í tráð við krøvini um at røkka málinum um nul-útlát. Fer mótstøðan hjá SNP móti slíkari oljuútbygging sum Cambo at vinna frama, so verða tað ikki bert túsundtals arbeiðspláss, sum koma í vanda, tá verða tað eisini mong oljurelaterað pláss í landinum so sum Mossmorran, Grangemouth, St. Fergus og fleiri, sum verða hótt, og vit kunnu gloyma alt um loysing," skrivar Alex Salmond. 

Umboð fyri SNP sigur í eini viðmerking til úttalilsini hjá Alex Salmond, at allir flokkar eiga at síggja veruleikan í veðurlagsbroytingunum. Og partur av hesum er at finna rætta vegin burtur frá kolvetnum. Víst verður á, at hesin boðskapurin var eisini boðskapurin hjá SNP til seinasta val og fekk flokkurin stóra undirtøku fyri tí.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

39 Leygardagur 27. november 2021

Biden bjóðar Opec av

Letur upp fyri amerikonsku oljugoymslunum, sum er ein avbjóðing fyri OPEC

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

USA fer at lata út á marknaðin 50 milliónir tunnur av olju frá tess strategisku goymslum í samstarvi við Kina, Japan, India, Suðurkorea og Bretland. Hetta er ein heilt óvæntað samskipað roynd av heimsins størstu oljubrúkarum fyri at kunna temja høgu oljuprísirnir - og sum kann koma Opec+  londunum aftur um brekku.

Hetta skrivar heimasíðan World Oil, sum endurgevur Bloomberg. Av hesi nøgdini fara 32 milliónir tunnur at verða latnar á marknaðin frá "U.S. Strategic Petroleum Reserv” teir næstu mánaðirnar, meðan 18 mió. tunnur fara at koma seinni, siga Hvítu Húsini.

Ein umboðsmaður sigur, at oljan verður longu flutt miðjan ella seint í desember. Fyrisitingin er tilreiðar at taka til onnur tiltøk, um tað er neyðugt, verður sagt.

Avgerðin hjá Biden forseta verður mett at vera ein diplomatiskur sigur fyri USA og ein avbjóðing til yvirvágina, sum Saudi Arabia, Russland og onnur Opec+ lond hava á marknaðinum  í dag. Men tað er ikki uttan váða.

Umboð fyri Opec+ hava longu ávarað um, at tey fara at svara aftur og avlýsa ætlanina at økja um teirra egnu framleiðslu. Støðan er vorðin eitt stríð um at hava avgerandi eftirlitið við altjóða orkumarknaðinum.

Stríðið um oljuna og oljuprís hóttir við at fáa eld í aftur geopolitisku støðuna í heiminum. Støðan kann gerast álvarslig, tí talan er um prísin á heimsins mest týðandi brúksvøru, og hetta hendir um somu tíð sum tjóðarbankar  og politikarar kappast við hægsta inflatiónsvøksturin í meira enn tíggju ár. Tað vísir eisini spenta samstarvið millum Washington og Riyadh, sum er tungtvigandi í amerikonsku relatiónunum í Miðeystri.

Joe Biden hevur í fleiri vikur roynt at útvega sær stuðul frá øðrum stórbrúkarum av olju eitt nú Kina. Hetta er fyrstu ferð, at lond á henda hátt skipa seg ímóti stóru oljuframleiðarunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

40 Leygardagur 27. november 2021

Hoyvíkskvinnur góvu Spono Eagles ein frammaná

H71 vann við tíggju málum í fyrra dystinum ímóti sveisiska Spono Eagles í Europa Cup. H71 kom víðari við 65-57 samlað

Maria Halsdóttir Weyhe stríðir seg her í gjøgnum og skjýtur eitt av sínum 17 málum í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Maria Halsdóttir Weyhe við 17 málum og hinar í H71 vundu burturúr sveisisku mótstøðuni í fyrra European Cup dystinum í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið.

Bláa gólvið varð drigið fram og klárt var til ein spennandi dyst í øðrum umfari í European Cup.

Men tað gjørdist ongantíð so øgiliga spennandi, tí við einum framúr fyrra hálvleiki legði H71 lunnar undir ein stórsigur ímóti Spono Eagles úr Sveits.

Støðan í hálvleikinum var 20-11 til H71, og at enda vunnu hoyvíkskvinnur við tíggju málum, 36-26. Sostatt tóku tær av álvara  fyrsta stigið at spæla seg víðari til triðja umfar.

Seinni dysturin varð leiktur í Hoyvíkshøllini sunnukvøldið. Tá vann sveitsiska liðið við tveimum málum, 31-29, men samlað komu hoyvíkskvinnur flott víðari við samanlagt 65-57.

Hetta er fyrsta ferðin, at eitt føroyskt lið spælir seg víðari til triðja umfar í eini evropeiskari hondbóltskapping.

[object Object]

[object Object][object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2021

41 Leygardagur 27. november 2021

H71 til Serbia at spæla áttandapartsfinalu

ZRK Naisa Nis verður mótstøðuliðið sum bíðar H71 í áttandapartsfinalunum í European Cup, sum verða leiktar í januar

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ZRK Naisa Nis úr Serbia, sum verður mótstøðulið í teimum báðum áttandapartsfinalunum, sum H71-kvinnurnar fara at spæla í januar mánaði.

Hetta gjørdist greitt tá EHF hevði lutakast týsdagin.

H71 vann seg um vikuskiftið víðari við enn einum sannførandi úrslitið. Í fyrsta umfari vunnu hoyvíkskvinnur stórt ímóti Cair-Skopje úr Norðurmakedonia, og í øðrum umfari var tað Spono Eagles úr Sveis, sum skuldi ígjøgnum H71-maskinuna.

Dystirnir í áttandapartsfinalunum eru aftur ein heima- og ein útidystur, og spælt verður fyrst vikuskiftið 8./9. januar og síðani vikuskiftið 15./16. januar.

Higartil hevur eydnast H71 at fáa mótstøðuliðini at spæla báðar dystirnar í Føroyum, og aftur hesaferð, fer felagið at gera eina roynd at fáa hetta í lag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

42 Leygardagur 27. november 2021

H71 smurdi kollfirðingar av

Hoyvíkingar høvdu stórsigur við sær heim úr Kollafirði mikukvøldið. H71 vann heili 28-15

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Oddadystur var í Burn deildini, sum er besta mansdeildin í hondbólti, í Kollafirði mikukvøldið, og lagt var upp til stóran spenning.

Men tað bleiv ongantíð spennandi. H71 var á odda 17-5 í steðginum, og vann dystin heili 28-15.

Hetta var ein dagur har lítið riggaði hjá KÍF, meðan hoyvíkingar við Paula Jacobsen í málinum, og brøðrunum Paula og Óla Mittún, settu kollfirðingar so dyggiliga upp á pláss.

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Óli Mittún við sjey málum. Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við átta málum.

H71 og KÍF eru sostatt jøvn á fyrsta plássi í deildini við 14 stigum.

KÍF - H71 15-28 (5-17)

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

43 Leygardagur 27. november 2021

Avlýstu dyst í bestu mansdeildini orsakað av koronu

Dysturin millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera hóskvøldið, er útsettur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dysturin í Burn deildini millum Neistan og VÍF, sum skuldi vera hóskvøldið, er útsettur.

Orsøkin er sum so nógv annað í hesum døgum, korona, boðaði Hondbóltssambandið frá.

VÍF og Neistin liggja ávikavist á triðja og fjórða plássið við 10 og 8 stigum eftir níggju dystir. Seinast liðini hittust, var í Vestmanna 17. oktober, og tá vann Neistin 30-26.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

44 Leygardagur 27. november 2021

HB bjargaði sær eitt fínt útgangspunkt - Víkingur vann tepurt á B36

NSÍ var á odda 2-0 til miðskeiðis í seinna hálvleiki á Tórsvølli - 2-2 málið kom eftir sjálvmál í yvirtíðini, men runavíkingar hava framvegis ein lítlan fyrimun. Martin Klein Joensen skoraði einasta málið í Sarpugerði. Avgerðin um finaluplássini fellur í morgin

Martin Klein Joensen, her í dysti móti B36 í Sarpugerði fyrr í ár. Eins og tá, skoraði 21-ára gamli áleyparin einasta málið í dystinum, tá liðini hittust til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar síðsta sunnudag.

Víkingur kom væl burturúr tí, um hugt verður hvørjar møguleikar liðini hava undan seinna dystinum. Liðið í ljósabláum, sum endaði nummar trý í Betrideildini við 60 stigum, skoraði einasta málið í heimadystinum móti B36. Hetta merkir, at eitt Víkinga-mál í seinna dystinum, sum verður í morgin, fer at leggja risastórt trýst á B36, sum skal vinna kappingina fyri at koma út í Evropa, ið jú ikki fekk eitt útivallarmál í dag.

Hendan reglugerðin er enn galdandi í kappingini um Løgmanssteypið, og nakrar ferðir í fyrra hálvleiki vóru teir hvítkløddu um at gera sær dælt av hesum. Bárður á Reynatrøð varð noyddur at gera nakrar bjargingar, og sum fráleið fór trýstið meira yvir á málið hjá Mattiasi Lamhauge, sum saman við verjuleikarunum júst megnaði at forða víkingunum í nøkrum førum.

[object Object]
Martin Klein Joensen, her í dysti móti B36 í Sarpugerði fyrr í ár. Eins og tá, skoraði 21-ára gamli áleyparin einasta málið í dystinum, tá liðini hittust til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

Lívligi Martin Klein Joensen, ið hevur fingið sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í ár, var vandamikil, og tá tjúgu minuttir vóru eftir fekk hann beint bóltin fram við Mattiasi, tá eitt frísparksinnlegg úr høgru endaði hjá Martini í málteiginum á aftara økinum. Eins og í landskappingardystinum millum liðini í august, skoraði áleyparin einsamalla málið í dystinum, og fyrimunur til liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen undan seinnu hálvfinaluni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevði HB á knøunum - mistu sigurin í yvirtíðini
HB hevði leikligu yvirvágina fyrsta hálva tíman á Tórsvølli, men hevði trupulleikar við at gerast vandamikið - helst millum annað tí at Mikkel Dahl nú ikki longur spælir fyri felagið.

Teir í gulum og svøtrum tyktust at hava tamarhald á støðuni og í samband við ein deyðbólt, varð Dan í Soylu noyddur at rudda bóltin burtur á mállinjuni. Nakrar minuttir seinni gekk ikki meira: NSÍ slapp avstað í eina umstilling (eitt kontra), Jakob Trenskow rak skjótt frameftir við bóltinum og spældi til vinstru til Aron Knudsen. Teitur Matras Gestsson bjargaði fyrru skotroyndini hjá 22-ára gamla álopskenda leikaranum, men tí seinni kundi landsliðsmálverjin ikki gera nakað við.

Tveir minuttir seinni sendi Aron eitt gott horna inn út vinstru, ið javngamli Mórits Heini stútaði í málið: 0-2 og tveir av teimmum yngru lokalu NSÍ-árunum høvdu sett HB undir trýst.
Eftir tógvið stríð eydnaðist liðnum hjá Kevin Schindler at svara aftur. Hilmar Leon Jakobsen fekk minkað um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki, men NSÍ hótti framvegis uppá serliga umstillingar, ímillum góðu støðurnar/møguleikarnar hjá heimaliðnum. Tá sá út til, at NSÍ ikki bert fór at sleppa ígjøgnum Eysturoyartunnilin við tveimum útivallarmálum, men eisini einum sigri, men so varð ikki: Í 92. minutti sendi Daniel Johansen hart og skrúvað fríspark inn úr vinstru, og tað endaði við, at Oddur Højgaard beindi bóltin í egið mál.

Ein smeitur fyri NSÍ, ið tó hevur fyrimunin eftir eitt gott avrik á Tórsvølli. Alt er heilt opið undan dystinum við Løkin: Vinnarin kemur víðari; við 0-0 ella 1-1 javnleiki er NSÍ víðari.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Sunnudagin 21.november

Víkingur - B36 1-0 (0-0)
71' Martin Klein Joensen 1-0

HB - NSÍ 2-2 (0-2)
32' Aron Knudsen 0-1
34' Mórits Heini Mortensen 0-2
68' Hilmar Leon Jakobsen 1-2
90 (+2)' Sjálvmál 2-2

Seinnu hálvfinalurnar
Sunnudagin 28. november kl. 15: NSÍ - HB
Sunnudagin 28. november kl. 15: B36 - Víkingur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2021

45 Leygardagur 27. november 2021

Ljótt í Spania

Okkara kvinnur taptu 12-0 ímóti heimsstjørnunum úr Spania

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv ljótt, øgiliga ljótt í Sevilla hóskvøldið. Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tapti 12-0 ímóti besta liðnum í bólkinum, Spania.

Longu frá byrjan fingu okkara ikki eitt bein til jørðina, og tá tveir minuttir vóru leiktir var bólturin í netinum aftanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen í føroyska málinum.

Sponsku kvinnurnar høvvdu 38 málroyndir, og skoraðu uppá 12 av teimum, meðan okkara onga málroynd høvdu yvirhøvur.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Støðan í hálvleikinum var 5-0, og tíðliga í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara, tá Spania fekk trý mál upp á tríggjar minuttir.

Úrslitið gjørdist 12-0, sum er eitt sindur verri enn tá vit í september taptu 10-0 ímóti Spania á Tórsvølli.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Hetta var seinasti HM-undankappingardysturin hjá kvinnunum í ár. Næsti dysturin verður ímóti Ungarn á útivølli 8. apríl. Enn hava vit einki stig megnað at skavað saman og liggja á aftasta plássi við null stigum. Kortini hava føroysku kvinnurnar fingið tvey mál í hesari undankappingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2021

46 Leygardagur 27. november 2021

Pætur Smith Clementsen lokið Pro-útbúgving

Nú eru fýra føroyingar við hægstu venjaraútbúgvingini

Pætur Smith Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni bleiv Pætur Smith Clementsen liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina: UEFA Pro-licens.

Sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir Pætur S. Clementsen dagliga við fótbóltsfakliga partinum av stovninum og menning av leikarum og – ikki minst – venjarum.

Men seinastu tíðina hevur hann eisini sjálvur verið undir útbúgving, og mánadagin gjørdist hann liðugur við hægstu venjaraútbúgvingina, UEFA Pro-licens.

– Hetta hevur verið eitt langt og umfatandi skeið, har eg havi fingið ótrúliga nógv gott burturúr, men nú kennist tað eisini gott at vera liðugur, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann leggur afturat, at tað hevur verið gevandi at luttaka á útbúgvingini saman við øðrum royndum venjarum.

Við tað, at A-venjaraútbúgvingin er tað hægsta, sum til ber at taka í Føroyum, hevur Pætur tikið pro-útbúgvingina hjá danska fótbóltssambandinum.

Útbúgvingin hevur vart í knapt tvey ár, har luttakararnir hava verið á skeiðum, námsferðum, havt vegleiðarar á vitjan til venjingar og skrivað høvuðsuppgávu. Talan er sostatt um eina holla venjaraútbúgving, har leiðsla er afturvendandi tema. 

Í seinasta partinum av útbúgvingini hevur Pætur sett sjóneykuna á skiftið hjá ungum leikarum frá amatør til yrkisfótbólt, og hvussu hetta kann fremjast skynsamt. 

Umframt, at hetta er eitt sera viðkomandi evni fyri nógvar føroyskar fótbóltsspælarar, so er tað sambært Virgar Hvidbro, aðalskrivara eisini sum heild gott fyri fótbóltin, at enn ein føroyingur hevur lokið hægstu venjaraútbúgvingina.

– Vit arbeiða øll fyri at hækka støðið á føroyskum fótbólti, og til tað hevur tað stóran týdning, at vit hava dugnaligar og væl útlærdar venjarar. Tí eru vit eisini stolt av, at okkara tekniski stjóri hevur nomið sær hægstu venjaraútbúgvingina, sigur Virgar Hvidbro.

Frammanundan eru Jógvan Martin Olsen, Bill McLeod Jacobsen og Mikkjal K. Thomassen einastu føroyingarnir við pro-venjaraprógvi, og Pætur S. Clementsen er tí nú ein av bert fýra føroyingum við hægstu venjaraútbúgvingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2021

47 Leygardagur 27. november 2021

Fimleikafelagið Støkk 55 ár

23. november 1966 stovnaðu Jóhanna og Kaj Aage Troest og Svava og Johan Kjeld stóra fimleikafelagið á Skálafjørðinum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Støkk varð stovnað hin 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest og Svava og Johan Kjeld. Fyrstu nógvu árini helt felagið til í fimleikahøllini í Glyvra skúla, men seinnu árini hevur stásiliga Bylgjan í Runavík verið karmur um meginpartin av virkseminum hjá Støkk.   

[object Object]
Stovnararnir

Góðar umstøður at virka í 
Tað er sera hugaligt at vera støkkari, nú felagið fyllir 55 ár. Í framúr góðu umstøðunum í Bylgjuni, venja fleiri lið samstundis hvønn dag. Og koyrir tú fram við Bylgjuni, síggjast glaðir fimleikarar í stóru og ljósu høllini, meðan aðrir renna út og inn – til og frá venjing.     

Felagið, sum í dag hevur út við 800 aktivar fimleikarar í øllum aldri, leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin verður tí raðfestur frammarlaga í arbeiðnum hjá felagnum, og harumframt verður stór orka løgd í kappingarfimleikin. 

Nógv sjálvboðið arbeiði 
Ígjøgnum øll hesi árini er hópin av fólki, sum hava tikið hond í við øllum teimum mongu og fjølbroyttu uppgávum, ið dagliga skulu loysast í felagnum. At átaka sær uppgávur í einum virknum felagskapi er mennandi fyri fólk í øllum aldri. Nógvir av ungu fimleikarunum eru hjálparar og hjálparvenjarar hjá yngri fimleikarum. Og foreldur og avvarandi hjálpa til, tá framsýningar og onnur tiltøk eru á skránni. 

Á henda hátt kann Støkk, við góðum treysti, halda fram við at menna bæði kappingar- og breiddarfimleikin í felagnum frameftir.

[object Object]

[object Object]


[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

48 Leygardagur 27. november 2021

Føroyar telva smálandakapping í komandi viku

Tveir unglingatelvarar eru við á føroyska landsliðnum, sum er favorittur at vinna smálandakappingina á Malta

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen eru við á landsliðnum, sum fer til Malta
SkrivaÐ:

Innsent

Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast. 

Hini liðini í kappingini umframt Føroyar eru Andorra, Luksemburg, Monako, Malta, Kypros, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Tíggjunda liðið manna kvinnur úr teimum ymsu londunum – tó er eingin úr Føroyum við.

Hvørt land hevur fimm telvarar á sínum liði – fýra telva í hvørjum dysti. Talvsamband Føroya hevur øll árini hildið fast um, at fimti telvarin er unglingi. Hesaferð eru tveir, sum hava unglingaaldur, á føroyska liðnum.

Hesir fimm fara at manna føroyska talvlandsliðið á Malta: 
1. Helgi Dam Ziska, HT
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST
3. John Rødgaard, VT
4. Luitjen Akselsson Apol, HT
5. Jón í Horni Nielsen, ST

Blaðungir
Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir, og millum yngstu telvarar – um ikki teir allaryngstu – á talvstevnuni á Malta.

15 ára gamli Luitjen er longu royndur í leikum, og nú sleppur ungi sandavágsmaðurin, sum hevur havt stóra framgongd, av álvara at royna seg.

Á ovaru borðunum hava Føroyar sterkar og royndar telvarar. Nógv fer at hvíla á teimum, skal føroyska landsliðið útinna sín favorittleiklut í kappingini. Roknast kann við harðari mótstøðu frá serliga Andorra, Luksemburg og Monako.

Telvað verður frá sunnudegnum 28. november til leygardagin 4. desember.

Vinnarar í smálandakappingini:
2009 Føroyar
2011 Luksemburg
2013 Føroyar
2015 Luksemburg
2017 Føroyar
2019 Andorra

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

49 Leygardagur 27. november 2021

Havnin nýtt oddalið

Útsettu dystirnir í 1. deild vóru síðsta leygardag. Oddaliðini skiftast um leiðsluna. Fyrst var Sandavágur á odda, síðani klaksvíkingar, og nú havnarmenn

Olaf Berg, vinstrumegin, og Carl Eli Samuelsen, høgrumegin, í dysti leygardagin. Teir sótu á 2.- og 3. borði hjá Havnini, sum vann 4-0 á Vestmanna
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað gongur javnt á í fremstu deildini í landskappingini í talvi. Útsettu dystirnir í 1. deild vóru leygardagin. Oddaliðini skiftast um leiðsluna. Fyrst var Sandavágur á odda, síðani klaksvíkingar, og nú havnarmenn.

Korona hevur aftur lagt meinbogar í vegin fyri regluligu telvingina, men nú eru teir byrjaðir aftur. Í 1. deild vóru úrslitini hesi:

1. deild (3. umfar):
Havnin - Vestmanna 4-0
Klaksvík - Sandavágur 1½-2½
Havnin B. - Klaksvík B. 3-1

Oddadystur
Týðandi dystur var í Klaksvík millum oddaliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag og føroyameistarnar Sandavágs Talvfelag. Vágamenn vunnu tepurt.

Rógvi Egilstoft Nielsen fekk á 1. borði javnt móti moldosvka stórmeistaranum Vladimir Hamitevici, sum herfyri vann sterka jubileumskapping hjá felagnum Øbro í Keypmannahavn. Fimm stórmeistarar vóru við í tí kappingini.

Men borgarstjórin á Eiði, sum framvegis telvar fyri sítt barndómsfelag í Sandavági, telvaði remis móti moldovska stórmeistaranum, sum býr í Klaksvík og rør út haðani.

Á 2. borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á Ólavi Simonsen. Á 3. borði koppaði Terji Petersen Silas Eyðsteinsson, men á 4. borði bragdaði eisini hjá vágamonnum. Her vann Torkil Nielsen á Steintór Rasmussen - tveir fyrrverandi føroyameistarar.

Toppur og botnur
Havnarmenn gjørdu bart móti vestmenningum, og vunnu á øllum borðum. Manningin hjá Havnini var henda: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Carl Eli Samuelsen 4. Luitjen A. Apol. Á vestmannaliðnum telvaðu Jákup á Rógvi Andreasen, Samson Højgaard, Kári Durhuus og Hanus Ingi Hansen.

Triði dysturin var millum næstbestu manningarnar hjá Havnini og Klaksvík. Havnin vann 3-1. Rógvi Mortensen, Margar Berg, Andrias Ziska og Óli Joensen vunnu á Finnbjørn Vang, Ingolf Gaard, Janus Skaale og Boga Hansen. Janus Skaale fekk einasta sigurin hjá klaksvíkingum, men Bogi Eliassen Hansen kundi tað sama eisini vunnið, so 2-2 lá í luftini eina løtu.

Dystirnir í 1. deild í 3. umfari:

[object Object]

Støðan í 1. deild
1. Havnin 10 stig
2. Sandavágur 8½
3. Klaksvík 8
4. Havnin B. 6
5. Klaksvík B 2½
6. Vestmanna 1

Telvað verður aftur í 1. deild 12. desember. Og dystirnir í 5. umfari eru 12. januar. Tá er kappingin hálvrunnin. Landskappingin endar 26. mars 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2021

50 Leygardagur 27. november 2021

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr lagt seg á odda

Bridge FM lið: Spældu á netinum og í Bridgehúsinum

Frá sinstru Jóannes Mouritsen, Dánjal Pauli Mohr og Arne Mikkelsen. Myndin er tikin á íslendsku kjørdæmakappingini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr liggur á odda í FM liðkappingini, nú seks av tilsamans 14 umførum eru leikt. Á liðnum hjá Dánjal Paula spæla eisini Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Egil Sondum og Arne Mikkelsen.

Vegna smittuvanda valdi kappingarnevndin í FBS at spæla dystirnar á Realbridge úti á internetinum.

Nøkur lið valdu heldur at tapa dystin 7-13 enn at spæla á netinum. Nakrir av dystunum vóru tó spældir í Bridgehúsinum.

Úrslit leygardagin 20. november

Umfar 4
Danny Danielsen - Símun Lassaberg 12,98 - 07,02
Suðuroyar Bridgefelag - Henriette Svenstrup 13,00 - 07,00
Jassarnir - Finn Ougaard 00,51 - 19,49
Dánjal Pauli Mohr - Robert Langgaard 10,55 - 09,45

Umfar 5
Robert Langgaard - Danny Danielsen 10.00 - 10,00
Finn Ougaard - Dánjal Pauli Mohr 00,00 - 20,00
Henriette Svenstrup - Jassarnir 15,93 - 04,07
Símun Lassaberg - Suðuroyar Bridgefelag 20,00 - 00,00

Umfar 6
Danny Danielsen - Suðuroyar Bridgefelag 00,92 - 19,09
Jassarnir - Símun Lassaberg 00,00 - 20,00
Dánjal Pauli Mohr - Henriette Svenstrup 18,23 - 01,77
Robert Langgaard - Finn Ougaard 13,00 - 07,00

Støðan eftir 6 umfør av 14
1. Dánjal Pauli Mohr 103,87
2. Allan Dal-Christiansen 93,43
3. Robert Langgaard 74,36
4. Henriette Svenstrup 52,28
5. Finn Ougaard 47,49
6. Suðuroyar Bridgefelag 46,56
7. Danny Danielsen 35,60
8. Jassarnir 25,41 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2021

51 Leygardagur 27. november 2021

Jólahugni í Plantasjuni sunnudagin

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn aftur fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Hesaferð fer stuðulin til KFUK, sum í ár hevur 100 ár á baki

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum vant, verður Plantasjan í Havn pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Eisini ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.

Á tiltakinum, sum er frá klokkan 14 til 16.30, ber eisini til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist, ið hoyra einum slíkum jólahugna til. Og somuleiðis kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tínum, eins og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini.

Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Hesaferð verður tað KFUK í Havn, sum fær ágóðan av jólahugnanum. KFUK fyllir 100 ár í ár og hevur brúk fyri eini fíggjarliga hjálpandi hond, nú ábøtur skulu gerast á KFUK-bygningin í Varðagøtu, og tað vil Lions Club fegið geva sítt íkast til.

Tað er í samráð við koronu-ráðgevingina, at Lions Club Tórshavn í ár tekur uppaftur siðin við jólahugna í Plantasjuni, eftir at tiltakið í fjør var avlýst orsakað av koronu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

52 Leygardagur 27. november 2021

Jólatrøini tendrað í Klaksvíkar kommunu

Jólatrøini í Klaksvíkar kommunu verða tendrað í døgunum 27. november til 4. desember

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Komandi vikurnar verða ymisk jólahald í Klaksvíkar kommunu í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað, og kommunan hevur kunngjørt eitt yvirlit á heimasíðuni.

Fyrstu jólatrøini verða longu tendrað í dag, leygardagin 27. november. Tað eru jólatrøini í Vágstúni og Árnafirði.

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað klokkan 15.30. Øssur Kjølbro, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Jólatræið í Árnafirði verður tendrað klokkan 17. Niels Andreasen, portørur, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 29. november klokkan 18. Karl H. Johansen, borgarstjóri, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Jólatræið á Norðoyri verður eisini tendrað mánakvøldið 29. november klokkan 19. Eyðstein Poulsen, býráðslimur, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Í Kalsoy verða jólatrøini á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum, og á Syðradali tendrað 2. desember klokkan ávikavíst 18, 19, 20 og 20.30.

Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 4. desember klokkan 16. Heri Joensen, prestur, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

53 Leygardagur 27. november 2021

Jólatrøini í Runavíkar kommunu verða tendrað um vikuskiftið

Í dag og í morgin verða fleiri jólahald í Runavíkar kommunu – á skránni er m.a. tónleikur, røður og vitjan frá jólamonnunum

(Mynd: Visit Runavík)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Runavíkar kommunu verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og tað er hetta vikuskiftið.

Tí skipar kommunan fyri fleiri hátíðarhaldum í dag og í morgin.

Á skránni er m.a. tónleikur og røður, og brandbilurin við øllum jólamonnunum vitjar,  og hava jólemenninir jólapakka til børnini. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

Runavíkar kommuna hevur kunngjørt eitt yvirlit yvir, nær trøini verða tendrað:

Leygardagin 27. november 

  • 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Magnus Rasmussen heldur røðu.
  • 18:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Birna Mikkelsen heldur røðu. Jól á Gamlavegi letur upp kl. 14.00.
  • 19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Georg eystan Á heldur røðu.
  • 19:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Bingerð Fosságil heldur røðu.

Sunnudagin 28. november

  • 14:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
  • 15:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.
  • 15:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Meinhard Bjartalíð heldur røðu. Jólabygdin í Æðuvík tendrar aftaná.
  • 16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Henning Bøgesvang heldur røðu.
  • 17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
  • 17:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
  • 18:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sigmar Bláberg heldur røðu.

Serstaka Jólabygdin í Æðuvík, sum altíð skapar lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi, tendrar eisini 27. november. Hanusarstova í Æðuvík hevur café og jólasølu.

Komandi tíðina leggjast onnur jólatiltøk afturat, millum annað vitjar Jólaskipið í Runavík 11. desember eins og Bókasavnið við Løkin skipar fyri tiltøkum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2021

54 Leygardagur 27. november 2021

Jólatræið á Strondum verður tendrað í dag

Á skránni verður tónleikur og røða, og eisini koma jólamenn á vitjan

(Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag, leygardagin 27. november klokkan 17.30, verður jólatræið á Strondum tendrað.

Í hesum sambandi verður tónleikur frá Nes Sóknar Musikkfelag, Brian Smedemark heldur røðu, og brandbilur við jólamonnum kemur eisini á vitjan.

Vaflur og okkurt drekkandi verður eisini at fáa, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2021

55 Leygardagur 27. november 2021

Tendra jólatrøini í Hvalbiar kommunu um vikuskiftið

Sunnudagin 28. november verða jólatrøini tendrað – á skránni er horntónleikur, og eisini koma jólamenn á vitjan

(Mynd: Hvalbiar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í morgin, sunnudagin 28. november, verða jólatrøini í Hvalbiar kommunu tendrað.

Træið á Nesi verður tendrað klokkan 17, tæið á Skúlastykkinum í Hvalba verður tendrað klokkan 18, og klokkan 19 verður træið í Sandvík tendrað, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuni.

Á skránni verður horntónleikur við Tvøroyrar hornorkestri, jólamenninir koma á vitjan við pakkum til børnini, og bollar og heitt kakao verður at fáa.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2021