Leygardagur 04. desember 2021 | Nr. 49 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 13
SíÐa 36
SíÐa 53
SíÐa 67
SíÐa 34
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Fólkaræðisliga grundarlagið er smokkað undan núsitandi borgarligu samgongu í Tinganesi. Tað kemur neyvan óvæntað á nakran, men nú verður tað – enn einaferð – staðfest í eini veljarakanning.
Og áðrenn fólk fara at seta ivaspurningar um, hvussu álítandi kanningartænastan, sum hetta blað brúkar til sínar regluligu veljarakanningar, er, so skulu vit skunda okkum at staðfesta, at rákgongdin hevur verið týðulig leingi – ja, líka síðan henda samgongan tók við.
Samgongan missir veljarar, og er henda nýggjasta kanningin eftirfarandi, so hevði samgongan bert havt 13 fólk eftir á tingi, um val var nú.
Men val er ikki nú. Og tað verður tað heldur ikki. Serliga ikki nú tað fer at ganga upp fyri borgarligu floksformonnunum, hvussu illa til tað stendur. Við núverandi kanningarráki, so er ikki hugsingur um, at samgongan sleppur snikkaleys frá einum løgtingsvali í úrtíð.
Tí er eisini óhugsandi, at tað verður nakað løgtingsval áðrenn summarið 2023. Og harvið fer politiska støðan - hesin politiski fepurstokkurin, sum veljarakanningar jú eru - eisini at fáa ávirkan á nógv umrødda mál um sammóðirskap, sum liggur og bíðar eftir avgreiðslu á løgtingi.
Vit vita, at verður uppskotið samtykt við samgonguatkvøðum, so verður tað endin á samgonguni. Tí skal tann samgongulimur, sum hevur hug at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum um at geva samkyndum mammum javnstøðu, velja millum at atkvøða fyri tí, ið viðkomandi heldur vera rætt, ella at atkvøða fyri at spreingja samgonguna.
Hvør kostur verður tá lættari at velja? Hevur tað tingfólkið, ið spreingir samgonguna nakra framtíð í flokki sínum?
Tað eru farin tvey ár og ein fjórðingur av verandi valskeiði. Tað vil siga, at tað er eitt ár og 9 mánaðir eftir til løgtingsval skal vera aftur og tað er eisini tíðarskeiðið, sum borgarligu flokkarnir hava til at sannføra sínar veljarar um, at skil er á politikkinum hjá samgonguni.
Hetta er jú bágin við blokkpolitikki. Markið fyri hvør sleppur at bestemma og hvør ikki sleppur, stendur ikki til at flyta.
Spennandi hevði verið, um stórsigur til ein flokk kundi ført til, at flokkurin einsamallur slapp at mynda landsstýri, og so funnið neyðuga meirilutan frá máli til mál.
Tað hevði verið eina roynd vert, tí sjálvandi vóru allir flokkarnir áhugaðir í at fingið ávirkan, og gjørt avtalur við stjórnarflokkin.
Fólkaræðisliga hevði tað í hvussu so er verið nógv rættvísari, enn núverandi skipan, har tað er tann minsti flokkurin, ið hevur stórst vald.
Spyr.fo: Javnaðarflokkurin fær søguliga gott úrslit, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin missa. Samgongan hevði bert fingið 13 umboð á tingi um val varð nú
Sitandi samgonga hevði bert fingið 13 tingsessir, um løgtingsval hevði verið nú.
Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Veljarakanningin varð gjørd mikudagin 1. desember, tvey ár og tríggjar mánaðir, eftir seinasta løgtingsval, tá 500 fólk av teimum 5.000, sum eru í veljarapanelinum hjá Spyr.fo, vórðu spurd.
Stórar flytingar
Stórar broytingar eru í hesi kanningini í mun til tær kanningarnar, sum Spyr.fo javnan hevur gjørt hesi seinastu árini, tí ongantíð fyrr hava veljaraflytingarnar verið so stórar sum hesaferð.
Mest óvæntaða úrslitið av kanningini er, at nú flýggja veljararnir ikki bara frá Sambandsflokkinum, men eisini frá Fólkaflokkinum.
Kanningin gevur Fólkaflokkinum 17,6 prosent av atkvøðunum. Hetta er trý prosentstig færri enn í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið fyri trimum mánaðum síðani, og 6,9 prosentstig færri enn á seinasta løgtingsvali.
Fólkaflokkurin stendur harvið til at fáa seks sessir á tingi, tveir færri enn nú.
Sambandsflokkurin stendur – eins og seinastu kanningarnar eisini hava víst – til eisini at missa tveir tingsessir, so teir verða fimm. Flokkurin hjá løgmanni missir støðugt atkvøður, og nýggjasta kanningin gevur flokkinum 14,8 prosent av atkvøðunum – ein afturgongd á 6,5 prosentstig í mun til seinasta val.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Javnaðurin fær triðingin
Heilt stóri vinnarin er nú Javnaðarflokkurin. Næstan triði hvør veljari sigur seg nú velja Javnaðarflokkin, og flokkurin stendur eisini til at fáa triðingin av sessunum á Løgtingi, nevniliga 11.
Kanningin gevur Javnaðarflokkinum 32,5 prosent av atkvøðunum. Hetta er 4,5 prosentstig fleiri enn í kanningini fyri trimum mánaðum síðani, og 10,4 prosentstig meira enn á seinasta vali.
Søguliga stór undirtøka
Hetta er ein søgulig stór undirtøka fyri einum flokki, tí ikki síðan løgtingsvalið í 1950 hevur ein flokkur fingið meira enn 30 prosent av atkvøðunum. Tá fekk Fólkaflokkurin, sum í fýratiárunum lá oman fyri 40 prosent av atkvøðunum, 32,3 prosent.
Tá Javnaðarflokkurin seinast fekk eitt serstakliga gott løgtingsval, tað var í 1990, tá flokkurin fekk 10 tingsessir, var undirtøkan 27,5 prosent.
Tjóðveldið næststørst
Hin stóri andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevði sambært nýggjastu kanningini verið næststørsi flokkur á tingi við 18,8 prosentum av atkvøðunum og seks tingsessum.
Men hetta er minni enn í kanningini fyri trimum mánaðum síðani, tá Tjóðveldið fekk 19,8 prosent og var triðstørsti flokkur og fekk sjey tingsessir.
Hinvegin gevur veljarakanningini Framsókn eina framgongd. 7,5 prosent gevur tríggjar tingsessir. Hetta er fyrsta ferðin síðan valið, at ein veljarakanning gevur Framsókn tríggjar tinglimir.
Miðflokkurin, sum í seinastu kanning kom upp á trý umboð á tingið, fær nú aftur tvey umboð og 6,1 prosent av atkvøðunum.
Sjálvstýrið stendr framvegis til at enda úti í kuldanum. 2,9 prosent gevur ikki umboðan á tingi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
Hugburðurin til korona er markant øðrvísi hjá miðflokkaveljarum enn hjá veljarunum í hinum flokkunum, vísir Spyr.fo-kanning
Tað ber til at siga, at Jenis av Rana, floksformaður, hevur sínar egnu veljarar aftan fyri seg í sínum skeptiska hugburði móti koronatiltøkunum hjá landsstýrinum og heilsumyndugleikunum.
Miðflokkaveljarar eru nógv teir størstu korona-skeptikararnir. Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Í sambandi við veljarakanningina mikudagin vórðu eisini nakrir spurningar settir viðvíkjandi koronatiltøkunum, sum eru galdandi í Føroyum í løtuni.
Kanningin vís millum annað, at ein meiriluti – 56 prosent – tekur undir við, at koronakoppseting skal vera tvungin fyri øll heilsustarvsfólk.
Men tað halda miðflokkaveljarar ikki. Bara 16 prosent svaraðu ja, meðan 77 prosent svaraðu nei. Størsta lutfall av ja-sigarum í hesum spurninginum, finna vit millum tjóðveldis- og javnaðarveljarar, har 64 prosent taka undir við hesum.
Tá spurningurin er um arbeiðsgevarar skulu hava rætt at krevja, at starvsfólkini verða koppsett, er úrslitið ikki so greitt. 47 prosent siga ja, 41 prosent nei og 12 prosent ivast.
Henda óvissa sæst eisini aftur tá hugt verður eftir, hvønn flokk hesi atkvøða fyri. Tað er ikki so nógvur munur á teimum, sum eru fyri og teimum, sum eru ímóti.
Uttan í Miðflokkinum. Her finna vit nógv størstu mótstøðuna: 76 prosent av miðflokkaveljarunum eru ímóti.
Meiriluti fyri koronapassinum
Vit spurdu eisini um fólk taka undir við at koronapass framhaldandi skal vera krav í sambandi við tiltøk og eitt nú vitjan á matstovum. 72 prosent svara ja og 18 prosent nei.
Stórur meiriluti er fyri koronapassinum í øllum flokkunum uttan millum miðflokkaveljararnar.
Her eru 70 prosent ímóti at brúka koronapass – bert 17 prosent eru fyri.
Flest halda at tiltøkini skulu herðast
At enda vóru tey spurdu eisini biðin um at taka støðu til verandi koronutilmæli, um tey eru hóskandi ella um tey eiga at herðast ella linkast.
Helmingurin av øllum halda, at tiltøkini skulu herðast, meðan 9 prosent halda, at tey skulu linkast. Hini halda, at tey eru hóskandi.
Men aftur her víkja svarini hjá miðflokkaveljarunum frá hinum flokkunum. Her eru nógv flest, sum halda, at tilmælini skulu linkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
Steffan Klein Poulsen vil hava fleiri tøl á borðið. Í einum grein 52 fyrispurningi hevur hann hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen eina røð av spurningum
Tal av smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við koronu og tal av koppsettum verða miðlað út hvønn dag. Tað undrar kortini miðflokkatingmannin, Steffan Klein Poulsen, at hagtøl ikki koma upp á ymiskt annað í sambandi við koronu.
Hann hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, eina røð av spurningum um málið í einum grein 52 fyrispurningi.
- Tað skapar tó undran, at tað ikki koma hagtøl uppá t.d. avleiðingar av koppseting og sundurgreinað tøl ímillum koppsett og ókoppsett í samband við poting o.l. Ymiskir myndugleikar og fakfólk hava meldað út, at koppsetingin riggar so og so væl. Undirritaði metir tó, at ein almannakunngerð av hagtølunum aftan fyri hesar niðurstøðurnar heði skapt eitt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran, skrivar Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum.
Hann spyr millum annað um hvussu nógv eru deyð 30 dagar eftir koppseting, og hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronukoppseting. Hann vil eisini hava at vita hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett.
Allir 14 spurningarnir:
1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í Føroyum?
2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?
3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina koronu-koppseting?
4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?
5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?
6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?
7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?
8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?
13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út í Føroyum?
14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta algi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Farsóttarnevndin hevur tikið avgerð um at stytta stytta sóttarhaldstíðarskeiðið
Farsóttarnevndin tók í gjár avgerð um at stytta sóttarhaldstíðarskeiðið úr 10 døgum niður í 7 dagar.
Hetta merkir, at tey, sum eru avbyrgd og hava fingið staðfest korona, og tey, sum eru í sóttarhaldi, tí tey hava verið í sambandi við ein smittaðan persón, framyvir skulu í sóttarhald í 7 dagar.
Tey, sum eru avbyrgd
Hevur tú fingið staðfest korona, skalt tú í sóttarhald í 7 dagar frá sjúkutekini byrja og/ella positivum kanningarúrsliti. Seinastu 48 tímarnir skulu vera uttan sjúkutekin. Tað vil siga, hevur tú ikki havt sjúkutekin 6. og 7. dag av avbyrgingini, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.
Tey, sum eru í sóttarhaldi
Ert tú ikki fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald í 7 dagar frá seinastu kontakt við tann positiva. Mælt verður til, at tú kannar teg 4. og 6. dag. Hevur tú eitt negativt kanningarúrslit frá 6. degi, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.
Ert tú fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú ert varin og kannar teg 4. og 6. dag frá seinastu kontakt við tann positiva.
Serlig fyrivarni í sambandi við Omikron-fyribrigdi
Í løtuni verða allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum, gensekventeraðir.
2. lið:
• Meðan kanningin verður gensekventera, setir Landslæknin fleiri persónar í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll sum hava verið í beinleiðis samband við tann smittaða persónin – hesir persónar eru 2. lið - verða sett í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.
• Persónar í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin.
• Tá úrslit frá gensekventeringini er greitt, sleppa tey í 2. liði, sum eru koppsett, úr sóttarhaldi, tá staðfest er, at talan ikki er um Omikron fyribrigdið. Ókoppsettir persónar í 2. liði skulu verða í sóttarhaldi í 7 dagar.
3. lið:
• Tey, sum hava verið í beinleiðis samband við 2. lið – tað vil siga persónar í 3. liði – verða eisini biðin um at fara í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.
• Persónar í 3. liði sleppa úr sóttarhaldi, um teirra samband úr 2. liði fær eitt negativt kanningarúrslit.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Hon kemur úr starvi sum deildarlækni á eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi
Nýggjur serlækni í eygnasjúkum er settur í starv á Landssjúkrahúsinum. Andrea á Dul Poulsen verður fjórði serlæknin á Eygnadeildini.
Tað leggjast alt fleiri serlæknar til í Sjúkrahúsverkinum og um ársskiftið byrjar Andrea sum yvirlækni í oftalmologi, í vanligari talu kent sum eygnasjúkur. Andrea kemur úr einum starvi sum deildarlækni á Eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.
Hetta er ein raðfesting úr serstøku serlæknapuljuni hjá landsstýrismanninum við heilsumálum.
Nýggi serlæknin er kend á Landssjúkrahúsinum, her hon hevur verið bæði sum KBU-lækni og í introstarvi. Andrea greiðir frá, at tað var, tá hon var í introstarvi á eygnadeildini, at hon veruliga fekk áhuga fyri eygnasjúkum, tí á eygnadeildini fekk hon nógvar spennandi fakligar avbjóðingar og góða sparring.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
“Kongoránið” hevur avdúkað so mikið nógvar ivaspurningar, at føroyska felagið ikki ynskir at halda fram við samstarvinum
Føroyska felagið Shipping.fo, sum Pf. Krúnborg eigur, støðgar nú sum tænastuveitari hjá felagnum All Ocean Logistics, ið er eitt føroyskt smápartafelag, sum kongobúgvar í Belgia eiga.
Feløgini hava higartil havt bústað á sama bústaði í Mykinesgøtu í Havn.
Tað eru avdúkingarnar, sum eru komnar fram í sendirøðini “Kongoránið” í Kringvarpi Føroya, sum er orsøkin til hesa avgerðina.
Shipping.fo skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:
- Tað eru reist so nógv ivamál um virksemið hjá All Oceans Logistics, dótturfeløgum og eigarum, at Shipping.fo hevur valt at steðga øllum tænastuveitingum til hesi feløg.
Víðari skrivar Shipping.fo í tíðindaskrivinum:
- Undan sendingini um Kongoránið boðaði Shipping.fo Kringvarpinum skrivliga frá, at um tað verður staðfest, at tey feløg ella persónar, sum Kringvarpið viðger, misbrúka tænastuveitingar hjá Shipping.fo til lógarbrot, so steðgar Shipping.fo tænastuveitingunum beinanvegin.
- Málið um Kongoránið er eitt stórt og fløkt mál í nógvum ymiskum løgum, sum eingin tykist koma til botns í. Men ivin um, hvaðani upprunin til pengarnir í All Oceans Logistics, stavar frá, er so stórur og sendur so nógvar skaðandi ringvirkningar, at Shipping.fo gevst sum tænastuveitari hjá All Oceans Logistics.
- Shipping.fo vil við hesum samstundis gera greitt, at felagið einans hevur forvunnið sama fasta gjald frá All Oceans Logistics, sum Shipping.fo vanliga tekur fyri tænastuveitingar til øll onnur reiðarí.
- Tað er eisini neyðugt alment at staðfesta, at Shipping.fo ongantíð hevur havt leiðsluna á skipum fyri nevnda felag.
- “Commercial Management” er beinleiðis handilsligur rakstur og leiðsla av skipum, sum reiðarí sjálv taka sær av, og sum Shipping.fo einki hevur við at gera. Hetta ger Shipping.fo eisini greitt á síni heimasíðu.
- Shipping.fo hevur verið undirveitari, og hvørki stjórin ella felagið eru partaeigarar í All Oceans Logistics ella dótturfeløgum, eins og einki umboð fyri Shipping.fo hevur verið nevndarlimur ella í leiðslum í nevndu feløgum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Skyn metir, at søluprísurin á íbúðunum á Fløtum, sum nú verða bjóðaðar fólki á bíðilista, enntá liggur nakað undir dagsins marknaðarprís
Síðani fólk vóru sett á bíðilista fyri tveimum árum síðani, er prísurin á íbúðunum sum verða bygdar á Fløtum, hækkaður við 20 prosentum.
Sostatt er ein íbúð, sum kostaði tvær milliónir tá viðkomandi kom á bíðilistan, blivin 400.000 krónur dýrari, nú tær eru við at verða klárar.
Hóast hetta, so metir Skyn, sum marknaðarførur og selur íbúðirnar fyri byggifelagið Jóan Petur Vang, at íbúðirnar framvegis verða seldar undir marknaðarprís.
Í skrivi á Facebooksíðuni hjá Skyn, svarar ognarmeklarafyritøkan spuringum, sum stóðu ósvaraðir í Degi og viku hóskvøldið.
Skrivið er soljóðandi:
Í gjár (hósdagin, -red.) vendi Kringvarpið sær til Skyn við fyrispurningi um at gera samrøðu um søluna av íbúðunum á Fløtum. Tað bar ikki til hjá okkum at luttaka í samrøðu, men vit bjóðaðu Kringvarpinum at senda okkum skrivligar spurningar, sum vit altíð fegin svara. Vit fingu tó ongantíð spurningarnar, sum tí sluppu at standa ósvaraðir í Degi og viku í gjár. Tí vilja vit her greiða frá okkara leikluti í sambandi við íbúðarsøluna, so eingin ivi er um, at alt er farið rætt fram.
Byggiharri avger søluprísin
Sum ognarmeklari er tað uppgávan hjá Skyn at umboða seljara, sum í hesum førum er byggiharrin av íbúðunum á Fløtum, og sum eisini avger søluprísin. Síðan byggiverkætlanin fór av bakkastokki fyri 3 árum síðan, er byggikostnaðurin hækkaður munandi, samstundis sum at marknaðarprísurin er hækkaður. Hetta er eisini orsøkin til, at tær íbúðir, sum nú verða bjóðaðar keyparum á bíðilista, eru dýrkaðar samanborið við tær íbúðir, ið vórðu seldar í 2019 og 2020.
Skyn metir, at søluprísurin á íbúðunum, sum nú verða bjóðaðar fólki á bíðilista, enntá liggur nakað undir dagsins marknaðarprís. Skyn fær bert eina samsýning fyri at marknaðarføra og selja íbúðirnar. Henda samsýning er 1,5% av søluprísinum og varð avtalað, tá ið verkætlanin fór í gongd.
Fólk á bíðilista hava ikki gjørt bindandi avtalu
Í Degi og viku í gjár kundu hyggjarar kanska fáa ta fatan, at áhugaðir keyparar, ið hava staðið á bíðilista til íbúðirnar, høvdu eina bindandi avtalu um at keypa eina íbúð á Fløtum fyri ein lægri prís enn tann, sum nú er galdandi. Tað er tó ikki rætt.
Fólk, sum standa á bíðilista, hava á ongan hátt bundið seg til at keypa eina íbúð. Eingin avtala er sostatt gjørd um sølu ella prís, men fólk á bíðilista fáa nú møguleika at keypa eina íbúð. Tað stendur sostatt øllum á bíðilistanum frítt fyri at lata vera við at keypa eina íbúð. At íbúðirnar í dag eru dýrari enn fyri nøkrum árum síðan, er ein natúrligur liður í yvirskipaðu prísgongdini á fastogn í Føroyum.
Teir keyparar, ið longu hava undirskrivað eina keypsavtalu um eina íbúð, verða sjálvandi ikki ávirkaðir av príshækkingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Talan er um ein vøkstur á 88 prosent í mun til oktober 2020, og tað er met fyri einstakan oktobermánað
Talið á gistingum í oktober var næstan tvífalt so nógv sum sama mánað í fjør.
16.433 gistingar vóru í oktober 2021, og tað er met fyri einstakan oktobermánað, skrivar Hagstovan. Tað er knappliga 7.700 fleiri samanborið við oktober í fjør.
Samanborið við 2020 vuksu gistinæturnar í oktober 88 prosent, og samanborið við 2019 vuksu tær 22 prosent.
Talið á gistináttum hjá dønum tvífaldaðist í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn trífaldaðist.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2021
Føroysk húskir eiga eina nettoogn á nærum 45 milliardir krónur í 2019, ið svarar til tvær ferðir BTÚ. Sæð í mun til tøku inntøkuna, er nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum. Hjá dønum er hon 5,4 ferðir, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2019
Landsbanki Føroya hevur dagført uppgerðina av ogn og skuld hjá føroyskum húskjum til árið 2019. Hetta verður gjørt fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er samanborið við onnur lond.
Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5 ferðir tøku inntøkuna hjá húskjunum í 2018 til 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019. Broytingin stavar frá eini øking í sethúsaognini, privatu pensjónsuppsparingini og innlánunum í peningastovnunum í 2019 í mun til árið fyri. Samlaða skuldin hjá húskjunum er eisini økt, men ikki líka nógv sum samlaðu ognirnar, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2019 í mun til árið fyri.
Av fíggjarligum ognum eiga føroysk húskir fyri nærum 27 milliardir krónur tilsamans í 2019, har eini 10,5 milliardir standa í føroyskum peningastovnum og umleið 5 milliardir krónur í útlendskum peningastovnum sum innlán ella á depotkonti. Harafturat eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11 milliardir krónur, ið svarar til umleið helvtina av BTÚ í 2019. Afturat fíggjarligu ognunum eiga føroyingar realar ognir, ið eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 30 milliardir krónur í 2019.
Føroysk húskir hava skuld fyri tilsamans 12 milliardir krónur í 2019, har 9 milliardir eru lán í føroyskum peningastovnum og nærum 3 milliardir krónur eru lán í donskum realkredittstovnum. Meginparturin av skuldini hjá føroysku húskjunum er sethúsalán, og síðani er ein minni partur lán til bil og ymiskt annað.
Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, eiga føroysk húskir í 2019 eina nettoogn á nærum 45 mia. kr., ið svarar til tvær ferðir BTÚ í 2019. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, er samlaða nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroyingum í 2019. Til samanbering er nettoognin hjá dønum í 2019 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Skuldin hjá føroyskum húsarhaldum var 59 prosent av BTÚ í 2019, meðan privata eftirlønaruppsparingin var 48 prosent av BTÚ sama tíðarskeið. Føroyska húsarhaldsskuldin og privata eftirlønaruppsparingin eru sum partur av BTÚ á leið á stødd við miðal hjá OECD-londunum í 2019
Í myndini niðanfyri er privata eftirlønaruppsparingin, sum húsarhaldini eiga, víst saman við húsarhaldsskuldini. Bæði tvey eru roknaði í prosentum av BTÚ. Myndin vísir ein positivan samanhang millum stødd av skuld og stødd á privatari eftirlønaruppsparing, ið merkir, at í teimum londum, har pensjónsuppsparingin er stór, er líkt til at húsarhaldsskuldin eisini er stór.
Danmark hevur hægstu eftirlønaruppsparingina av vístu londunum í myndini; hon er meira enn tvær ferðir støddina av BTÚ, men donsku húskini hava samstundis eina stóra skuld; hon er omanfyri 100 prosent av BTÚ í 2019.
Føroysku húsarhaldini hava til samanbering eina skuld á 59 prosent av BTÚ, meðan privata eftirlønaruppsparingin er 48 prosent av BTÚ í 2019. Í miðal er privata eftirlønaruppsparingin hjá vístu londunum í myndini 57 prosent av BTÚ í 2019, meðan miðalið fyri húsarhaldsskuld er 63 prosent av BTÚ í 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Bert tvær matstovur í Danmark verða mettar at vera betri enn Koks
Matstovan Koks frammi við Gjónna fekk í vikuni enn ein heiður at prýða seg við.
Tað var í sambandi við at matstovuguidin, kallað White Guide Denmark, avdúkaði sín lista yvir bestu matstovurnar í danska kongsríkinum.
Her fekk Koks ein serligan heiður, nevniliga sum matstovan, sum er tann burðardyggasta.
Men eisini á sjálvum listanum fekk Koks eina flotta plasering sum nummar trý á listanum yvir 10 tær bestu matstovurnar í Danmark.
Bara Noma og Alcemist verða mettar at vera betri enn Koks. Hinvegin eru tað tríggjar aðrar, sum eru líka góðar sum Koks, tí tað vóru fýra matstovur, sum máttu deilast um heiðurin at vera triðbest. Hinar matstovurnar eru Geranium, Cadeau og Lyst.
Tær fýra matstovurnar á triðja plássi fingu 38 av 40 møguligum stigum fyri matupplivingina og 97 av 100 fyri heildarupplivingina. Alcemist á øðrum plássi fekk 38/98 og Noma fekk 39/98.
Á sjeynda plássi kom Jordnær, á áttanda kom AOC og Søllerød Kro og á tíggjunda plássi kom einasta danska matstovan utan fyri høvuðsstaðarøkið, nevniliga Syttende í Sønderborg.
(Mynd: Johannes Jensen á Facebook)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Annan mánaðin á rað eru færri bilar, sum gera nýtslu av nýggju farleiðini undir Tangafirði
Í miðal koyrdu 4.336 bilar ígjøgnum Eysturoyartunnilin um dagin í november. Tað er nakað lægri enn í oktober, tá 4.617 bilar koyrdu ígjøgnum tunnilin.
Hetta er nakað lægri enn upprunaliga metingin av ferðsluni var. Tá varð mett, at beint omanfyri 6.000 bilar fóru at koyra gjøgnum tunnilin, men tað vísir seg at vera trupult at koma so langt upp.
September er besti mánaði higartil, tá 4.760 bilar í miðal koyrdi ígjøgnum nýggju farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Fyritøkan sum í størri mun aftur er komin á føroyskar hendur, hevði eitt avlop upp á 31,6 milliónir krónur
Í Føroyum er tvey oljufeløg, sum í dag eisini kalla seg orkufeløg. Talan er um Effo, sum vit fyrr hava greinað, og Magn, sum vit fara at greina her.
Tað var vinnulívsmaðurin Christian Holm Jacobsen, sum í 1925 byrjaði at selja oljutunnur frá Shell umvegis Dansk-Engelsk Bensin og Petroleums Co. Í 1953 yvirtók A/S Dansk Shell umboðið sum undirdeild, Shell Føroyar, hjá danska felagnum.
Í 2007 bleiv Shell Føroyar selt til íslendskar íleggjar, fyrst sum P/F Fonns, síðani Føroya Hedda og síðani at enda sum partur av Skeljungi í Íslandi, har felagið síðani 2009 hevur haft navnið Pf. Magn.
Magn er nú í størri mun aftur komið á føroyskar hendur, sambært almennum upplýsingum frá Skeljungi og nevndarformanninum og høvuðsstigtakaranum í Sp/f Orkufelagið, Teitur N. Poulsen. Tó er upplýst at íslendendska Skeljungur framhaldandi kemur at eiga upp til 49 prosent av Pf. Magn.
Magn hevur annars stórt virksemið í Føroyum, við oljusølu til skip og vinnuna, føroysk húsarhald og sølu umvegis Magn støðirnar í Føroyum. Magn eigur harnæst meirlutan í Demich og er nú eisini aktivt í íløgum í vindmyllur saman við LÍV.
Árið 2020 hjá Magn hilnaðist annars rættiliga væl.
Samlaða sølan hjá Magn í 2020 gjørdist 667 milliónir krónur, í mun til 923 milliónir krónur í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 27,8 prosent. Í ársfrágreiningini í roknskapinum verður sagt, at marknaðarparturin er fallin eitt vet í 2020. Harnæst er tað almenn vitan, at oljupríssurin fall nógv í 2020, sum helst er størsta orsøkin til stóra fallið frá 2019 til 2020.
Bruttovinningurin øktist úr 128,4 milliónir krónur í 2019 til 133,7 milliónir í 2020. Talan er um ein vøkstur á 4,2 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 55,7 milliónir krónur í 2020 samanborið við 66,7 milliónir í 2019. Eitt fall á 16,5 prosent.
Ársúrslitið hjá Magn fyri 2020 gjørdist eitt avlop upp á 31,6 milliónir krónur samanborið við 36,3 millióónir krónur í 2019, sum er eitt fall á 12,9 prosent. Landskassin fær 8,3 milliónir í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020.
Fíggjarjavnin hjá Magn var samanlagt 315,6 milliónir krónur í 2020.
Støðisognin var í 2020 íalt 198,4 milliónir krónir í mun til 207,6 milliónir í 2019. Ogn í umferð er økt úr 102,2 milliónum krónum í 2019 til 117,2 milliónir í 2020.
Samlaða skuldin hja Magn er økt úr 159,5 milliónum krónum í 2019 til 227,1 milliónir í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 67,6 milliónir.
Eginpeningurin hjá Magn í 2020 var 79,7 milliónir, sammett við 141,1 milliónir krónur í 2019. Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum viningsbýtið í 2020 á íalt 93 milliónir, sum er útgolidið eigaranum.
Trygdarevnið hjá Magn, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 46 prosentum í 2019 til 25 prosent í 2020.
Gjaldførislutfallið hjá Magn er økt úr 98 prosentum í 2019 til 106 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 30,5 milliónir krónur.
Vit mugu staðfesta at úrslitið hjá Magn er sera gott og gjaldførið er nøktandi. Tó er eginpeningurin minkaður somikið, at trygdarevnið er farið niður um vanliga markið á 30 prosent fyri at verða eitt nøktandi trygdarevnið. Vit vænta tó, at hetta er gjørt í sambandi við eigaraskifti, sum væntandi endaliga fer fram rímuliga skjótt.
Magn upplýsir í roknskapinum, at 82 starvsfólk vóru í starvið í 2020.
Stjóri í Magn er Finn Jakobsen. Nevndarformaður er Jón Ásgeir Jóhannesson.
Finn Jakobsen er stjóri í Magn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Skrásettur eigari hevur til nú verið: Skjeljungur hf.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons, veiðan av hýsu kann vera í mesta lagi 8.639 tons, og veiðan av upsa kann vera í mesta lagi 37.444 tons, sigur altjóða havrannsóknarstovnurin
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons og er hetta ein minking upp á 65 prosent í mun til tilmælið fyri 2021.
Veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24 prosent í mun til tilmælið fyri 2021.
Veiðan av upsa í 2022 kann vera í mesta lagi 37.444 tons og er hetta ein øking upp á 37 prosent í mun til tilmælið fyri 2021.
Toskastovnurin á landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug.
Stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu, serliga framskrivingarnar, hava verið daprari tey síðstu tvey árini, enn tær vóru frammanundan. Vánalig føðiviðurskifti í havinum síðan 2018 og meiri natúrligur deyði eru mett at vera orsøkir til, at stovnarnir ikki eru vaksnir, sum væntað. Stovnsmetingin fyri upsa hevur eisini í mong ár verið daprari enn tað, sum var mett árini frammanundan, tí nøgdin av smáum upsa í minni mun hevur verið at sæð aftur í upsastovninum sum stórur upsi seinni í lívinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Í vikuni lat Betri samtakið stóra adventsgávu til felagið, sum arbeiðir fyri at verja føroyska náttúru
Betri boðaði sunnudagin, fyrsta sunnudag í advent, frá, at samtakið ynskir at geva FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, 100.000 krónur til arbeiðið at verja føroysku náttúruna.
Í FNU eru tey sera glað fyri adventsgávuna og viðurkenningina, sum fylgir við.
FNU hevur síðan 1980 virkað til frama fyri náttúruna og umhvørvið og hevur javnan verið frammi og átalað, tá ið okkurt er farið fram, sum ikki hevur verið burðardygt ella har hædd ikki er tikin fyri náttúruni ella umhvørvinum.
Gávan frá Betri kemur sera væl við og gevur møguleikar at fara undir verkætlanir, sum ikki vóru møguligar frammanundan. Eitt, sum kanska liggur fyrst fyri, er arbeiðið at fáa fleiri fólk í felagið.
Í løtuni eru áleið 200 limir í FNU, sum eru heilt vanlig fólk og ikki serfrøðingar, men hava eina sannføring og alsk til náttúruna. Tá ið tú av fyrstani tíð fær eyguni upp fyri, hvussu gevandi náttúran í veruleikanum er, og hvussu nógv, vit kanska hava lyndi til at taka fyri givið, so veksur eisini hugurin at verja ta dýrabaru náttúruna, vit hava í Føroyum. Nógv nýggj gransking vísir á týdningin, sum náttúra hevur á trivnað og fólkaheilsu, og vit ynskja sum felag at verða røddin, sum bæði vísir á týdningin og gleðina av einum ríkum útilívið.
- Vit vilja tí gera eitt tak fyri at verja hana. Eisini vilja vit ávirka soleiðis, at vinnulívið, kommunur, landsmyndugleikar og samfelagið sum heild menna seg burðardygt. Vit halda, at FNU hevur ein sera týdningarmiklan samfelagsligan leiklut sum millumlið millum vanlig fólk og myndugleikar og vinnulív, og vit eru ikki í iva um, at vit hava ein serligan týdning í mun til at føroyska samfelagið skal mennast burðardygt.
FNU hevur stórar verkætlanir fyri framman. Eitt langtíðarmál, ið arbeitt verður við, er at vit í Føroyum áseta øki at vera náttúruparkir ella tjóðargarðar, ið sum minst, ella als ikki, skulu nertast av mannahond. Eisini verður arbeitt við einum “Náttúrufagnaði”, har ætlanin er at bjóða einstaklingum og øðrum náttúru- og umhvørvisfeløgum at koma saman og stimbra, kjakast og menna føroyska áhugan og alskin til náttúruna.
Alt virksemið hjá FNU er grundað á sjálvbodnar eldsálir. Og tá ið so er er tað heilt natúrligt at virksemið ikki altíð er so støðugt og miðvíst, sum ynskiligt er. Men gávan frá Betri styrkir heilt vist um felagsskapin, nevndina og serskildar arbeiðsbólkar, ið arbeiða við málvísum átøkum, so sum átakið ”Veðurlagslóg nú!”.
At stuðul hjálpir, hevur felagið ítøkiligt dømi um, tí við stuðli frá stórum donskum grunni, sum nevnist Aage V. Jensens naturfond, hevur tað síðani 2018 borið til hjá FNU, saman við Fuglafrøðifelagnum, at hava skrivstovu og parttíðar skrivara.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
33 ára gamla Miriam J. Norðberg verður leiðari á Ítróttaháskúlanum sum heldur til í Vági. Hon tekur yvir eftir Guðmund Joensen, sum eftir at hava verið við frá byrjan, valdi at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum
Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita nýggjar avbjóðingar.
Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. nov., høvdu fimm søkt starvið.
Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági.
Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi
Anelia Blagoeva Philbrow hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi. Í gjár vann hon heiður og 40.000 krónur fyri sína MA-ritgerð um burðardygga ferðavinnu.
Ferðavinnan í Føroyum hevur sum kunnugt náttúruna í sínum miðdepli, og seinastu árini hevur alment kjak verið um fría gongd í haga øðrumegin og rættindini hjá bóndum hinumegin.
Anelia Blagoeva Philbrow, sum hevur lisið West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt MA-ritgerð um, hvussu vit við samstarvi og samávirkan kunnu finna semjur á ferðavinnuøkinum. Og í gjár fekk hon heiðursløn frá danska Undirvísingar- og granskingarstýrinum fyri bestu ritgerð úr Føroyum.
Ritgerðin eitur "Understanding Sustainable Tourism (Practices) Through Governance Perspective. Spanning Structural Holes with Closed for Maintenance – Open for Voluntourism".
Dómsnevndin skrivar í síni grundgeving fyri at velja ritgerðina hjá Aneliu soleiðis:
Anelia Blagoeva Philbrow behandler, på baggrund af grundigt research, en ny og kompleks problemstilling på Færøerne, som politikere og andre ansvarlige aktører i den nye turismeindustri på Færøerne kan lære meget af, i fasen og processen, hvor man etablerer dette forholdsvis nye erhverv, således at man kommer godt fra start.
Emnet er topaktuelt og taler lige ind i konteksten og forvirringen omkring, hvorvidt turisme har legitimitet i befolkningen, og især imellem jordejere og fæstebønder på Øerne. Bagsiden af turisme, slid på naturen og hvorvidt turisme i et så lille område som Færøerne er bæredygtig, eller ikke, bliver grundigt belyst, analyseret og vurderet. Anelia Blagoeva Philbrow har med metodisk omhyggelighed formået at indsamle omfattende empiri, som bliver behandlet med et relevant og varieret teoriapparat.
Ny viden og forslag til redskaber, der er fundet frem i dette speciale, kan med lethed overføres, tilpasses og anvendes i lignende sårbare naturområder, der skal anvendes til turisme i Rigsfællesskabet.
Talgilt tiltak varð hildið seinnapartin í gjár ávikavist í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, og Hans Müller Pedersen, stjóri á Útbúgvingar- og granskingarstýrinum, og Martin Breum, journalistur og rithøvundi, vóru vertir.
Í Føroyum var lítil samkoma á Setursskrivstovuni, har Chik Collins, rektari, og familja hjá Aneliu luttóku.
Eftir handanina segði Anelia Blagoeva Philbrow, at hon heldur, at kappingin hevði givið sær gott høvi at fáa áhugaverda og týðandi gransking fram í ljós. Hon er glað fyri heiðurslønina og ta góðu vegleiðingina og álitið, hon hevur fingið á Setrinum, meðan hon hevur arbeitt við ritgerðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Í samband við fíggjarlógina 2021, ið varð gjørd seinasta ár, vórðu 1,5 milliónir krónur settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum eftir ynski frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin. Kanningin er liðug og vísir á, at eingin ivi er um, at besta loysnin er at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum
Samráðingarnar við donsku stjórnina fyri eina fleirársavtalu til kriminalforsorgina eru byrjaðar, og viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum eru als ikki nøktandi. Hetta er nú greitt fyri allar partar, eftir at kanningin um viðurskiftini, sum danska løgmálaráðið gjørdi saman við føroyskum embætisfólki, varð liðug fyrr í ár.
Tá Edmund Joensen fór til fíggjarlógarsamráðingar í 2020 var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fyrireika arbeiðið til at gera bøtingar av kriminalforsorgini í Føroyum. Hann for tí til samráðingarnar við ynskinum um 1,5 milliónir til hesa kanningina, soleiðis at umstøðurnar kundu greinast, og rætta loysnin kundi finnast.
Hóast smærri ábøtur eru gjørdar í fongslinum í Mjørkadali gjøgnum árini, er tað ikki nóg mikið, og har eru enn nógv viðurskifti, ið mugu fáast í rættlag. Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku kriminalforsorgini er staðsetingin av fongslinum í Mjørkadali, har avmarkaða vegasambandið til fongslið og serliga harðføra veðurlagið hevur stóran týdning fyri trygdina hjá starvsfólki og fongslaðum og eisini fyri rættindunum hjá teimum fongslaðu til útgongu o.líkn. Tískil er eitt nýtt fongsul á eini nýggjari, høgligari staðseting besta loysnin.
Hetta staðfestir kanningin eisini.
- Eg gleðist um, at kanningin av umstøðunum hjá kriminalforsorgini nú er liðug, og ikki minst, at kanningin vísir púra greitt, hvør besta loysnin er fyri kriminalforsorgina í Føroyum. Sum fólkatingsumboð er tað okkara uppgáva at vera við til at finna útav, hvør besta loysnin er, men tað er ábyrgdin hjá ráðharranum at finna útav, hvussu trupulleikin best verður loystur. Eftir mínum tykki er tó eingin ivi um, at eitt nýtt fongsul skal til, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Um kanningina
Kanningin um viðurskiftini hjá kriminalforsorgini í Føroyum er býtt upp í tríggjar partar.
Fyrsti kanningarpartur hevur til endamáls at geva eitt faktuelt grundarlag fyri leggingarprosentinum í arrestini í Mjørkadali. Tað vil siga upplýsingar um longd á dómum, høvuðsbrotsverk, aldur og kyn og eisini um føroyingar við bústaði í Føroyum, sum sita dóm í Danmark, ella sum eru fluttir til Danmarkar í samband við varðhaldsfongsling.
Annar kanningarpartur greiðir frá teimum núverðandi avbjóðingum, ið eru fyri føroyingar, ið sita treytaleysan dóm í Føroyum, og eisini verða umstøðurnar í arrestini í Mjørkadali greinaðar.
Tað eru úrslitini av hesum kanningarparti, ið eru útgangsstøðið fyri kanningarparti trý, ið vísir á møguligar loysnir upp á tær avbjóðingar, ið í dag eru í kriminalforsorgini.
Her verður víst á fýra ymisk modell.
Modell A er tann einasta loysnin ið loysir allar avbjóðingar og verður kallað “Etablering af ny institution”. Hetta inniber at byggja eitt heilt nýtt fongsul á eini nýggjari staðseting. Modell A er tann dýrasta loysnin, og verður mett at kosta 233 mió. kr., men er samstundis tann einasta loysnin, ið loysir allar núverðandi trupulleikar hjá Kriminalforsorgini – ikki minst tann størsta trupulleikan, sum er staðsetingin í Mjørkadali.
Modell B verður kallað “Ombygning og ibrugtagning af hele bygningen i Mjørkadali” og inniber, sum heitið vísir á, at taka allan bygningin í nýtslu. Hesin møguleikin loysir plásstrupulleikan í Mjørkadali, men sjálvsagt ikki staðsetingina og verður mett at kosta eitt stað millum 56 og 131 mió. kr.
Modell C, “Ombygning og ibrugtagning af det øverste plan i bygningen”, inniber, at ovasta hæddin í Mjørkadali verður tikin í nýtslu. Sostatt verður kapasiteturin á fongslinum størri, men nógv annað væntar enn í, fyri at umstøðurnar skulu verða nøktandi. Hendan loysnin er mett at kosta 35 mió. kr.
Modell D, “Ibrugtagning af yderligere et rum (garagen)”, hevur einans til endamáls at styrkja um arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum fongslaðu, av tí at meira pláss verður til tess og fongslið kann taka aðrar arbeiðsuppgávur inn. Hendan loysnin er mett at kosta 1 mió. kr.
Afturat teimum ymsu modellunum eru nøkur fylgiskjøl gjørd til kanningina, m.a. eitt um veðurlagið í Mjørkadali.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy og hægst í Suðuroy
Í september vóru 265 fólk í Føroyum fulltíðararbeiðsleys. Tað svarar til at arbeiðsloysið er 0,9 prosent. Tað vísa nýggjastu arbeiðsloysishagtølini frá Hagstovuni
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásettir hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Harvið er arbeiðsloysið so lágt, sum tað nakrantíð hevur verið. Í teimum góðu tíðunum undan korona, í hesum føri í september, oktober, november og desember 2019, lá arbeiðsloysið eisini á 0,9 prosent. Síðan hevur tað ligið nakað oman fyri tað eina prosentið fyri aftur nú í oktober at lenda á 0,9. Tilsamans 327 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í september, svarandi til knappliga 265 fulltíðararbeiðsleys, skrivar hagstovan.fo
Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,2 hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.
Eitt sindur misjavnt er, hvussu arbeiðsloysið rakar landafrøðiliga. Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymoy við 0,5 og 0,6 prosent í Vágum. Í Suðurstreymoy er arbeiðsloysi 1,1, í Sandoy 1,2 og í Suðuroy 1,8 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Heitir pottar eru komnir uttan fyri svimjihøllina í Klaksvík
Klaksvíkingar hava í nøkur ár havt eitt vælveruøki í svimjihøllini við alskyns møguleikum.
Nú er tað blivið uppaftur betri. Uttanfyri eru tveir pottar settir upp, og eitt størri hitarúm er komið eisini.
Hósmorgunin hitti forkvinnan í mentanarnevndini, Jóhanna Christiansen, morgunfrúur og morgunharrar í nýggja vælveruøkinum, sum fyri fyrstu ferð lat upp henda dagin. Sigast skal, at lagið var sera gott.
Skipað varð fyri morgundrekka har býráðslimir, arbeiðstakarar, starvsfólk og morgunsvimjarar hittust til eina hugnaliga løtu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Síðsta fríggjakvøld vóru vinnararnir av Landsseyðasýningini kunngjørdir
Síðsta fríggjadag vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt.
Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum. At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.
Avgerðin
Úrslitini fyri 2021 blivu almannakunngjørd 26. november á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 40 áhugað vóru komin saman.
Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. Vístar vórðu videoupptøkur av átta teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki. Síðan helt Jacob Vestergaard røðu vegna sýnsmennirnar, og kunngjørdi vinnararnar og handaði teimum virðislønirnar.
Úrslitini vóru hesi:
1. virðisløn, verðagjólingar: Thorvald Lützen, Syðradalur S
Veðragjólingar:
1. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur
2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður
1. virðisløn, veturgamlir veðrar: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur S
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn: Sigtór Thorvaldson Lützen, Syðradalur
2. Virðisløn: Mortan úr Hørg, Sumba
3. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
1. virðisløn, eldri veðrar: Christian Christiansen, Skáli
Eldri veðrar:
1. Virðisløn: Christian Christiansen, Skáli
2. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba
3. Virðisløn: Juul Sumberg, Vágur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Hóast seinkað eitt ár, er skipið her nú og er serstakliga væl útgjørt, sigur Rúni Niclasen, sum er skipari á nýggja grønlendska havrannasóknarskipinum. Skipið liggur í løtuni í Føroyum, har smárbeiði skal gerast áðrenn kósin verður sett ímóti Grønlandi
- Skipið er bygt í Spania og hevur verið ein tungur og drúgvur burður, sum er umleið eitt ár seinkaður. Men nú er skipið her og er eitt serstakliga væl útgjørt og fjølbroytt skip, sum er bygt til endamálið.
Tað sigur Rúni Niclasen, skipari, á nýggja grønlendska havrannsóknarskipinum, Tarajoq.
- Tarajoq er 61,4 metrar langur og 16,3 metrar breiður og er 2896 bruttotons. Motorurin er ein MAN, sum saman við ljósmotorinum gevur 3700 kw. á skrúvuna. Um teir velja bara at nýta elektro-diesel, t.v.s. senda streym frá ljósmotorinum inn á maskinútgerðina, fáa teir 1200 kw. á skrúvuna, sigur hann.
- Skipið er í hægsta ísklassa, hevur hita í bógnum og í øllum spølum og hydraulikslangum til kranarnar og til úthálararnar. Øll hini spælini og gilsarnir eru eldrivnir, og tí kann skipið arbeiða í nógvum kulda, sigur Rúni.
- Vit hava útgerð til at royna niður á 2200 metrar ella djypri, so tað verður áhugavert at royna, har ongin hevur roynt áður. Avbjóðingin er at fáa trolútgerð, som tolir trýstið har niðri, sigur hann.
- Skipið er serliga bygt til royndarfiskiskap eftir pelagiskum fiski, toski, svartkalva og rækjum. Tað hevur allarnýggjastu og bestu ekkolodd, astik og aðra útgerð, so vit ikki bara síggja, hvat rørir seg frá botninum á skipinum og niður á botn, men eisini hvat tilfar er í botninum, sigur hann.
- Stórur áhugi er fyri skipinum; eisini úr Kanada, sum skal leiga skipið til royndarfiskiskap umleið tveir mánaðir um árið. Áhugi er eisini aðrastaðni frá, men nú skulu vit fyrst fara í gongd við tað, vit skulu, so fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur Rúni.
- Tað er Grønlands Naturinstitut, sum eigur og rekur skipið, sum ikki er eitt vinnuligt skip. Tað hevur onga last, men bara eitt lítið frystarí til kokk og manning. Vit fara at gera royndarfiskiskap og hava tíð og umstøður til tað; og harvið kanska finna nýggjar fiskileiðir. Fiskifrøðingar og aðrir serfrøðingar, sum vera við skipinum, fara at búgva fyri seg og hava ymiskar royndarstovur og aðra útgerð til teirra arbeiði.
Vit rokna við, at skipið fer at vera í vinnu 10 -11 mánaðir árliga, og at 14 fólk manna skipið. Tvær manningar fara at hoyra til skipið, sum hevur 32 koyggjur, sigur Rúni Niclasen.
Ymisk smáarbeiði verða gjørd í Føroyum, og so skal ymiska útgerðin roynast her, áðrenn skipið setur kós móti Grønlandi í januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Føroyar og Grønland skrivaðu mikudagin undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2022
Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, har serliga avtalan fyri 2021 hevði við sær eina stóra øking í sínámillum kvotabýtinum.
Londini eru á fundi í Keypmannahavn 1. desember blivin samd um at halda fram við hesum góða samstarvinum, og at fiskiveiðiavtalan fyri 2022 verður á at kalla sama støði sum í 2021.
Einasta broytingin í avtaluni fyri 2022 í mun til 2021 er, at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi lækkar við góðum 1.000 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2022 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan verður 475 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 225 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 eru 6.500 tons av norðhavssild og 14.700 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 4.076 tons í 2022, sum eru góð 1.000 tons minni enn í 2021.
Viðvíkjandi eftirlitsmálum vóru londini samd um, at Føroyar og Grønland í komandi ári skulu fara undir at gera eina avtalu um talgildar fráboðanir frá skipunum. Føroyar hava gjørt avtalur við Noreg, Ísland og Russland um hesi viðurskifti.
Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Tað er nú vorðin først siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ til Havnar í november
Síðsta leygardag varð stóra jólatræið tendrað á Vaglinum í Havn, og eins og undanfarin ár var træið komið úr Íslandi.
Tað er nú vorðin føst siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ úr Heiðmørkini uttanfyri Reykjavík til Havnar í november. Træið, sum varð tendrað leygardagin, varð plantað í 1960, og siðvenja er, at borgarstjórin í Reykjavík undir lítlum hátíðarhaldi er við til at fella træið, sum Eimskip síðan flytir til Føroya. Samstundis verður træið til Austurvøll í Reykjavík felt.
Sambært Tórshavnar kommunu er hetta níggjunda árið á rað, at Havnin fær jólatræ sum gávu frá Reykjavíkar kommunu.
Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi Havnini eitt stórt jólatræ, og umboð fyri Reykjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum ári, tá træið verður tendrað í Havn, undantikið í fjør, tá onki hátíðarhald var orsakað av koronastøðuni.
Tá jólatræið varð tendrað, var tað Anne Mette Greve Klemensen, ið legði fyri, og síðani bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsu úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, røðu.
Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2021
ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hetta er ein stór viðurkenning fyri Føroyar í altjóða høpi, sigur MFS
Á aðalfundi hjá European Students’ Union (ESU), sum eftir ætlan skuldi haldast í Timișoara í Rumenia, men orsaka av koronustøðuni í landinum varð hildin talgilt, varð umsóknin hjá MFS um limaskap í felagsskapinum endaliga góðkend.
Við hesum varð eitt flott punktum sett við eina tvey-ára langa tilgongd, ið hevur kravt nógva tíð og orku, men sum eisini hevur ment og styrkt MFS sum felagsskap, skrivar MFS í tíðindaskrivi.
ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO.
MFS fekk í oktobermánaða í fjør sokallaðan “kandidatlimaskap” í ESU, ið er fyrsta stigið á leiðini móti fullum limaskapi. Í hesum sambandi var í septembermánaða í ár ein sendinevd hjá ESU í Føroyum, sum skuldi meta um, hvørt MFS leyk formligu krøvini fyri limaskapi í ESU. Sendinevndin hevði fundir við m.a. rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, umboð fyri Uttanríkis- og Mentamálráðið, Studna, Vegleiðingarstovuna og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum. Nevndin skrivaði síðani frágreiðing til aðalfundin, ið endaliga skuldi taka støðu til umsóknina hjá MFS um limaskap. Sendinevndin var á einum máli um, at MFS leyk øll formlig krøv, og mælti í niðurstøðu síni til, at MFS fekk fullan limaskap í ESU.
Hóskvøldið 25. november skuldi aðalfundurin taka støðu til málið, og tá avtornaði tók ein samdur aðalfundur undir við tilmælinum hjá sendinevndini, og játtaði umsóknini hjá MFS um limaskap.
– Tað er trupult at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri Føroyar, skrivar MFS.
– Fyrst og fremst, so er hetta ein stór viðurkenning fyri Føroyar í altjóða høpi. MFS fekk fullan og sjálvstøðugan limaskap í ESU – á jøvnum føti við felagsskapir úr hinum evropeisku londunum. Ikki bert atlimaskap ellara eygleiðaralimaskap. Slík viðurkenning av Føroyum í altjóða høpi er í sjálvum sær sjáldsom og kærkomin, og styrkir okkara støðu sum aktørur á altjóða pallinum.
– Í øðrum lagi fáa Føroyar nú á fyrsta sinni møguleika at ávirka evropeiskan útbúgvingarpolitikk, og ikki bert seta tað í verk, ið onnur eru vorðin samd um. Føroyskur útbúgvingarpolitikkur í stóran mun stýrdur av t.d. Bologna-tilgongdini, ið vit higartil onga ávirkan hava havt á. Tað fáa vit nú, tí ESU er partur av Bologna-fylgibólkinum. Hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit seinastu mongu árini hava samstarvað við, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2021
Skattaprosent og barnafrádráttur verður tann sami komandi ár. Kommunan væntar at taka fýra milliónir krónur í láni komandi ár til at fíggja íløgur
Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu mánakvøldið varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.
Skattaprosentið verður 20,5, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í 2021.
Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 67.3 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 milliónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 milliónir krónur.
Avsettar eru 12,9 milliónir krónur til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 milliónir krónur.
Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið 3 milliónir krónur.
Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 milliónir krónur.
Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022.
Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um árskiftið.
Í 2022 eru avsettar:
4,0 milliónir til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina
3,0 milliónir til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg
1,7 milliónir til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki
1,9 milliónir til Heygsveg
1,0 millión til øki á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu
400.000 krónur til útøki við Barnagarðin/vøggustovuna og Frítíðarskúlan
500.000 krónur. til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju v.m.
300.000 krónur til vatn-reinsiverkið
200.000 krónur til Neshamar
200.000 krónur til moldgoymsluna
100.000 krónur til gøtu úti á Nesi
100.000 krónur til Heilsumiðstøðina
Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars.
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november búðu 1.451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøskturin higartil í ár komin uppá 52 fólk.
Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, skrivar Súni í Hjøllum á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Bygdarráðið í Nes kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Skattaprosentið er tað sama, 21,5, men barnafrádrátturin hækkar við 500 krónum pr. barn
Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2022.
Neyv fíggjarstýring hevur gjørt tað gjørligt, at geva barnafamiljum í Vágs kommunu ein hægri barnafrádrátt. Í 2022 verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum pr. barn. Barnafrádrátturin í 2022 verður 6.000 krónur pr. barn.
- At hækka barnafrádráttin kostar Vágs kommunu 164.000 krónur. Men hetta er neyðugt, um okur vilja hava ungar familjur at búleikast í Vági. Skattaprosentið fyri 2022 verður tað sama sum í 2021, 21,50 prosent, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2022 mettar at verða tilsamans 67,3 milliónir krónur, og er hetta umleið 1 millión hægri enn fyri 2021. Inntøkurnar fevna serliga um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt í 2015 til kommunurnar at umsita.
Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2022 mettur at kosta umleið 58,8 milliónir krónur. Hetta er umleið 1,7 milliónir hægri enn í 2021. Økingin stavar í mestan mun frá lógarkravdum útreiðslum innan eldraøkið og barnavendartænastuni, sum Vágs kommuna samstarvar um, saman við hinum kommununum í Suðuroynni.
Raksturin, sum kommunan sjálv skipar fyri, økist ikki í 2022 í mun til 2021.
Vágs kommuna fer í 2022 at rinda 2,0 milliónir krónur aftur í skuld. Renturnar eru í 2022 mettar at verða góðar 300.000 krónur.
Raðfestingar í 2022
Vágs kommuna fer í 2022 at gera íløgur fyri 5,46 milliónir krónur.
Stórur partur av íløgunum í 2022 verða á tekniska økinum, har m.a. til asfaltering, framhald av nýggju vegaføringunum í Brekkubø, parkingspláss norðan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla, umframt busslumma sunnan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla verða framd.
Við hesum ætlar Vágs Kommuna at betra um parkerings- og ferðsluviðurskiftini við Vágs Skúla í 2022.
Hildið verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. Peningur er settur av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Vágs skúli skal dagførast innan og uttan, har peningur er settur av til betran av hølisviðurskiftum, teldum, innbúgv, dagføringar av túni og nýtt undirlag skal leggjast á spæliplássið við Vágs Skúla.
Somuleiðis skulu dagføringar gerast á Vágs høll við máling og wc til rørðslutarna skal gerast í ganginum millum VB húsið og Vágs Høll. Harumframt skula nýggj LED-ljós setast upp í Vágs Høll. Núverandi ljós í Vágs Høll eru frá 1980, tá høllin bleiv bygd. Íløgan í LED-ljós í Vágs Høll, sparir seg inn aftur eftir trimum árum.
Fólkatalið veksur í Vágs kommunu, har serliga ungar familjur við børnum flyta til Vágs. Hetta gevur stórt trýst á barnaansingina og tí verður fyrireikandi arbeiðið gjørt til at byggja út barnagarðin Eikilund. Eisini skula dagføringar gerast á Ungdómshúsið, har tak skal skiftast og ljóðviðurskiftini inni skulu betrast.
Á havnaøkinum skula gerast dagføringar á oljukaiina á Oyrunum. Eisini skal bátahylurin á Oyrunum dagførast, har ætlanin er at dýpa bátahylin og aðrar betringar skulu gerast.
Millum raðfestingarnar er eisini stovnan av nýggjum vaski- og reingerðingartilboðið til eldri borgarar (67+) í Vágs kommunu. Økjast skal um tilboð og møguleikar í Páls Høll og Marghøllini, sum vilja skapa fleiri inntøkur til hallirnar.
Í ár kundi Vágs kommunu saman við SEV heiðra 100 ár dagin fyri elverkium í Botni við eini ljósfest og er peningur settur av í 2022 til enn eina Ljósfest, sum eftir ætlan skal fevna um eitt tónleika- og mentunartiltak.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Samanlagt skulu íløgur gerast fyri beint yvir 22 milliónir krónur í 2022, sambært samtyktu fíggjarætlanini
Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu samtykti á fundi í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2022.
Skattaprosentið í kommununi verður óbroytt - 21 prosent - og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 krónur, boðar kommunan frá.
Nógvar íløgur skulu gerast. Samanlagt er tað fyri 22,2 milliónir, og ætlanin er millum annað at gera eitt ungdómshús, eitt nýtt øki við tunnilsmunan (Eysturoyartunnilin) og nóg mikið av grundøkjum til at nøkta stóra tørvin, sum er at seta búgv í kommununi.
Niðast í yvirlitinum yvir ætlaðu íløgurnar stendur:
- Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett 2 milliónir kr. av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum.
Hesar báðar milliónirnar eru ikki settar av til møguliga stórhøll, men til eina "vanliga ítróttarhøll", ið Strendur ongantíð hevur havt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Hetta er metingin, og hetta eru 3,4 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri hetta árið. Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 til 6.500 krónur, skattaprosentið heldur sær á 21 prosentum, og 17,6 milliónir eru settar av til íløgur næsta ár
Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti Sunda kommuna fíggjarætlanina fyri 2022 við aðru viðgerð.
Á heimasíðuni sunda.fo verður upplýst, at Barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 krónum til 6.500 krónur. Skattaprosentið verður framvegis 21 prosent, meðan dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.
Mettu skattainntøkurnar fyri 2022 eru 74,8 milliónir, umframt eftirlønarskatt á 18,4 millónir krónur, sum samanlagt gevur 93,2 milliónir.
Viðvíkjandi rakstri, so verður Rakstrar-, løgu- og útlánsætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2022 mett til fimm og eina hálva millión, og nettoraksturin til útvið 80 milliónir, ið er ein vøkstur á næstan trý og eit hálvt prosent.
- Nettoraksturin fyri 2022 er mettar til 79,3 milliónir krónur, ið er 3,4 prosent hægri enn á fíggjarætlanini fyri 2021. Har ímillum eru nakrar raðfestingar, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár.
Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru kr. 17,6 milliónir krónur settar av til íløgur, skrivar sunda.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Bárður A. Niclasen byrjar í starvinum 1. januar – í løtuni starvast tveir veðurfrøðingar á Veðurstovuni, og fleiri fólk verða sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd
Bárður A. Niclasen er settur sum deildarleiðari á Veðurstovuni at byrja 1. januar í 2022. Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.
Bárður er 47 ára gamal, er útbúgvin Cand. Scient í jarðalisfrøði og hevur tikið Phd í alduforsøgnum. Hann kemur úr einum starvi sum útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Á Veðurstovuni, sum er skipað sum ein deild undir Vørn, starvast í løtuni tveir veðurfrøðingar. Ætlandi verða fleiri starvsfólk sett í næstum, so hvørt sum deildin verður útbygd, og fleiri uppgávur og ábyrgdarøki verða yvirtikin frá DMI, skrivar Vørn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Sambært tvey-ára avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll, og fyrsta konsertin verður eftir ætlan í februar
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, skrivaðu mánadagin undir tvey-ára samstarvsavtalu.
Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava árliga konsert í Løkshøll.
Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum, og kommunan fegnast tí um, at Løkshøll við avtaluni regluliga gerst karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Fyrsta konsertin eftir avtaluni verður eftir ætlan fríggjakvøldið 18. februar komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Jólamerkjagrunnurin hevur handað stuðulin í ár. Ein sjónvarpsrøð til børn og ítróttur fyri børn við avbjóðingum fingu hesaferð
Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál.
Barnasjónvarpsrøð um at vera menniskja
Jólamerkjagrunnurin letur í ár 100.000 krónur til føroyskt framleiddu sjónvarpsrøðina ‘Seks spurningar um at vera menniskja,” sum Ævintýraferðin framleiðir.
- Tað er tørvur á á dygdargóðum tilfari til føroysk børn á føroyskum, og tað hevur Ævintýraferðin við hesu sjónvarpsrøð sett seg fyri at bøta um. Jólamerkjagrunnurin leggur dent á, at sjónvarpsrøðin setur sjóneykuna á stóru spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
Jólamerkjagrunnurin (umboðað av Joel undir Leitinum og Svanbjørg Manai) handar Ævintýraferðini kekkin. Urd Johannesen, Tjóðhild Patursson og børn tóku ímóti. Dánjal og Búi kundu tíverri ikki vera við
Fimleikur og hondbóltur til børn við avbjóðingum
Fimleikafelagið Ljósið fær stuðul áljóðandi 25.000 krónur. Stuðulin verður latin til Loppurnar, ið er einasta fimleikalið í Føroyum fyri rørslutarnað. Liðið arbeiðir miðvíst við at luttaka í Special Olympics í Danmark á vári 2022.
Eydnudeild Føroya er ein tann glaðasta hondboltdeildin fyri børn og ung millum 5-16 ár, sum er fyri børn við serligum tøvi og familjur teirra. Eydnudeildin leggur dent á ein jaligan felagsskap rundanum hondbóltin.
Eydnudeildin móttekur somuleiðis 25.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum.
Í Jólamerkjagrunninum sita Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður, Fróði Joensen, yvirlækni, og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Nena Jákupsdóttir, venjari og børn tóku ímóti kekkinum frá Jólamerkjagrunninum. Umboð frá Posta vóru Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum
Súsanna Eliassen fekk handað risakekkin til Eydnudeildina frá Jólamerkjagrunninum. Vegna Jólamerkjagrunninum vóru umboð frá Posta, Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Livandi Tilfeingi: Um vikuskiftið verður aftur skipað fyri vetrartiltakinum “Livandi Tilfeingi”
Hetta vikuskiftið verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum “Livandi Tilfeingi” í Perluni og Reinsarínum í Havn.
Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki: Leir, træ, glas, jarn, klæði og góður matvørur frá føroysku bygdunum.
Tey, ið luttaka í ár, eru:
BjørkM
Elin K. J. Smúkkur
Erla Matras Jensen
Føroya Grótvirki
Hoyskorsgarður
Joel Coel Art
Leirverk
Mat & Moldmentanarháskúlin / Veltan
Minna
Signabøgarður
Smiðjan á Trøllanesi
Sóljan Glaslist
Uppistova
Útistovugarðurin
Umframt framsýning og sølu av føroyskum handverki, verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú fer leygarmorgunin at snúgva seg um staðbundna ostahandverkið. Jóan Pauli Joensen fer at hugleiða um mjólk og ost í Føroyum, og síðani verður verkstova við heimskenda ostaframleiðaranum, David Asher (Black Sheep School).
Livandi Tilfeingið er leygardag frá 10 til 19 og sunnudag frá 14 til 19 .
Tiltakið er alment. Tilmælini frá landsins myndugleikum verða fylgd, og tí er neyðugt at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Danski rokkbólkurin Dizzy Mizz Lizzy kemur aftur til Føroya
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90´unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan var serstøk, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt úttrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90´unum.
Waterline, Silverflame, Barbedwired Baby´s Dream og Live is a Loser´s Game eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávuni hjá Dizzy Mizz Lizzy.
Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Í 1998 gjørdu teir tríggir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2009, tá teir aftur gjørdu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Og nú eru teir ávegis til Føroya.
Frammanundan er greitt, at Hugorm og Tungewaag eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Óli Jacobsen hevur savnað og ritstjórna nýggja bók um mann, sum var á ovastu rók í samfelagnum í hálvthundrað ár
Bókin er grundað á tað, sum Kristian hevur skrivað niður um sítt lív. Hetta er so rúgvusmikið, at tað í hesi bók bara er pláss at lýsa hansara lív og virksemi fyrstu 45 árini av lívinum til seinna kríggið rakti Føroyar í 1940.
Kristian var havnarmaður, føddur í 1895. Bókin byrjar við hansara ættarsøgu og annars um lívið í Havn. Hesin parturin er ein áhugaverdur partur av havnarsøgu, har hann dugur væl at greiða frá umstøðunum hjá fólki tá í tíðini.
Hann vaks upp í Ólastovu á Kongabrúnni, og hansara lýsing av hesum grannalagi er hugtakandi. Kristian hevur verið gløggur, og tað var skjótt at hann fekk arbeiði hjá dómaranum.
22 ára gamal giftist hann við Margrethu Nielsen av, sum var komin til Havnar at arbeiða. Tey fingu fýra synir.
At álit hevur verið á honum sæst millum annað í 1919, tá ið hann 24 ára gamal fær ta serligu uppgávu at fara út í Hest at veita teimum troyst, sum sótu eftir á skaðadegnum, tá ið 11 menn sjólótust.
Ólastova við Kongabrúnna, har Kristian Djurhuus vaks upp (Mynd: Google)
Ungur sýslumaður
Í 1920 fekk hann bara 25 ára gamal starvið sum sýslumaður í Suðuroy. Ein stórur partur av bókini er um hetta starvið, sum eisini hevði við sær ferðing til allar bygdir í oynni. Og tað var til gongu!
Eisini vóru kongavitjanir, sum í 1921, tá ið Christian kongur fekk gron, tí hann hevði fingið skeiv klæði at lata seg í.
Ein dramatisk frásøgn er frá ferð í Dímun, tá ið hann eins væl kundi doyð, tá ið ein steinur, sum datt úr berginum rakti bóndan í oynni so meint, at hann doyði. Steinuri fór beint framvið høvdinum á Kristiani.
Kristian kom í kommunupolitikk í tvey skeið og var formaður eitt skeið.
Skapti søgu í politikki
Men mest er hann kendur fyri sín leiklut í landspolitikki. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin í 1932.
Her kom hann at broyta føroyskan politikk, eisini við skipaðum nevndararbeiði, har hann koma at taka sær nógv av tí skrivliga, sum i dag er ein størri sjálvfylgja, enn tað var tá.
Kristian greiðir livandi frá virkseminum á løgtingi. Eitt tað fremsta málið var jarðarlóggaávan og ”gráabók”, sum skuldi geva ognarleysum betri møguleikar at fáa jørð, so tey eisini kundu hava kúgv og seyð.
Í hesum máli vóru Kristian og Jóannes Patursson mótpolar, men tað endaði við, at sjónarmiðini hjá Kristian vunnu. Tað hevur valla fyrr verið ein so nágreinilig lýsing av hesum máli, sum her hjá Kristian.
Tað eru nógvar skemtiligar søgur í bókini, sum tá ið kona fútan, Niels Westerby, gav manninum boð um at skjóta móti veiðutjóvum!
Kristian var sera tollyntur, sum tá ið hann stuðlaði arbeiðsfólkinum á Tvøroyri at fáa lønina í hondina.
Í hesi bók, sum er úti móti 400 síðum og við nógvum myndum, verður ikki komið longur enn til krígsbyrjanina í 1940. Tíðin fer at vísa, um tað verður hildið fram.
Bókin lýsir Kristian sum ein sakligan mann, sum dugdi væl at undirbyggja síni sjónarmið. Kristindómurin fylti eisini nógv hjá honum. Tá ið tað stóð á hjá honum, vendi hann sær til Várharra.
Samanumtikið er henda bók eitt gott ískoyti lýsingina av føroyska samfelagnum fyrra partin av 20. øld.
Bókin endar við frásøgn hjá Margretha um sín barndóm inni á Skálafjørðinum.
Óli Jacobsen gevur út bókina á egna forlagnum Tjørnustova. Bókin kostar 330 krónur í bókabúðunum.
Óli Jacobsen, her avmyndaður á einum tiltaki í kirkjugarðinum á Svínaryggi, hevur lagt bókina til rættis og gevur út (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum
Fróðskapur hevur givið út bókina Vatnanøvn í Føroyum eftir Eivind Weyhe.
Størri og smærri vøtn og tjarnir eru at síggja í hópatali um alt landið, í dølum og botnum, við strendur og uppi við fjøll. Verri enn so alt er komið við á kort, helst tí tað er hildið vera ov smátt.
Í bókini er miðað eftir at geva eitt so fullfíggjað yvirlit sum til ber yvir navnnevnd vøtn í øllum landinum.
Í einum fakligum inngangi verður navnasiðurin og bygnaðurin í nøvnunum lýstur. Sjálvur bulurin í verkinum er ein gjøgnumgongd av øllum nøvnunum, sagt verður frá, hvar vøtnini og tjarnirnar eru, hvussu tey liggja í lendinum, eitt nú í mun til onnur støð, og navnaformur og navnatýdningur verður lýstur.
Leisturin í bókini er tann sami sum í bókini Fjallanøvn í Føroyum, sum kom út í 2020.
Bókin vendir sær bæði til staðarnavnagranskarar og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru.
Eivind Weyhe er mag.art. í norrønari filologi og lektari emeritus á Fróðskaparsetri Føroya. Eivind granskar føroyskt mál og mentan, serliga staðarnøvn, mállæru, málføri og kvæði. Hann hevur skrivað bøkur og eina ørgrynnu av greinum til tíðarrit og bløð. Ein stórur partur av greinunum eru savnaðar í bókini Eivindaródn, sum Fróðskapur gav út í 2012. Sama árið fekk hann Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Bókin er 201 blaðsíður, við fleiri myndum. Permumyndina hevur Pól Sundskarð tikið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2021
"Gentan við gimsteinatárunum" eitur nýggja bókin við 16 ørindum og 16 málningum
Í hesum døgum hevur fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum bæði bókaútgávu og listaframsýning í Williamsstovu í Havn
Nýggja bókin eftir Heiðriki á Heygum eitur “Gentan við gimsteinatárunum”.
Talan er um ein fábul við 16 ørindum og 16 málningum. Bókin er ætlað til vaksin, og snýr seg um menniskjanáttúruna, grammleika, materialismu og samfelagsskomm.
Søga og málningar eru eftir Heiðriki, og tillagað bókina hevur Sissal Kampmann.
Á framsýningini ber til at ogna sær bókina, og somuleiðis eru allir 16 máningarnir úr bókini til sølu. Einast 300 eintøk eru prentað av bókini – 200 føroysk og 100 ensk. Hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað av Heiðriki. Bókin kostar 300 krónur.
Framsýningin í Williamsstovu, niðri undir Myndlist í Havn, hongur uppi til 8. desember. Opið er millum klokkan 15 og 19.
Hetta er onnur bókin eftir Heiðriki á Heygum. Fyrsta bókaútgávan hjá honum “Deyðin og moyggin” varð givin út í 2020.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar
Í farnu viku skrivaðu Tjóðskjalasavnið og Tórshavnar kommuna undir samstarvsavtalu.
Endamálið er at menna og skipa samstarvið millum Býarbóksavnið og Tjóðskjalasavnið - í fyrsta umfari við fjarlesistovu á Býarbókasavnium til tilfar frá Tjóðskjalasavninum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Tjóðskjalasavnið hevur til endamáls at tryggja varðveitingina av savnsskjølum, sum hava søguligt virði og hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar. Tjóðskjalasavnið skal syrgja fyri, at varðveittu savnsskjølini altíð eru tøk hjá myndugleikum og almenninginum.
Tjóðskjalasavnið fær við hesum eyka møguleika fyri at bjóða lesistovubrúkarum sínum enn betri umstøður, við at vera meira sjónlig mitt í býnum og við at bjóða viðskiftafólki góða atgongd og hentleikar. Eisini er ætlanin at hava framsýningarmontru og aðra miðling av áhugaverdum skjølum hjá Tjóðskjalasavninum, skrivar kommunan.
Ætlandi byrjar tænastan á Býarbókasavninum í februar 2022, og verður nærri kunnað um hetta í januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, er eins og undanfarin ár farin undir árligu jólatræssøluna aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Endamálið er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við tørvandi børn og ung at gera
Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla tørvandi børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum og ungum at frama, er farið undir árligu jólatræssøluna, sum fer fram aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn.
Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn peningagávur til vælgerandi endamál. Eitt nú hevur felagsskapurin stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum, Barnaheiminum, Megd, tónleikabólkinum Ælabogin og mongum, mongum øðrum vælgerandi endamálum.
Kiwanis stuðlar somuleiðis javnan einstøkum barnafamiljum, ið onkursvegna hava fingið trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið familjan kann vera rakt av.
Umframt jólatræssølu stavar hjálparpeningurin hjá Kiwanis Tórshavn frá lutaseðlasølu á ólavsøku.
Tænastan í sambandi við jólatræssøluna er góð, tí tey, sum koma at keypa, fáa høvið at síggja jólatrøini útpakkaði, so tey kunnu velja júst tað træið, tey ynskja sær. Trøini verða síðani pakkað inn aftur, so tey eru klár at leggja í bilin ella bera heim við sær.
Upplatingartíðirnar eru mánadag-fríggjadag frá klokkan 16 til 20 og leygardag og sunnudag frá klokkan 14 til 20.
Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Nógv umrødda og umstrídda oljuverkætlanin "Cambo", tætt við føroyska markið, fekk hóskvøldið ein ordiligan brotasjógv, tá Shell boðaði frá, at tað hevur tikið seg úr verkætlanini
Tað mundi neyvan vera nakar miðil í Bretlandi, sum ikki “ruddaði forsíðuna” og bar tíðindini um, at oljufelagið Shell hevur avgjørt at taka seg úr tí ætlaðu útbyggingini av stóru Cambo oljukelduni skamt frá føroyska markinum.
“Shell pulls out of Cambo oilfield project”, "Shell scraps Cambo”, “This is the end of Cambo” og “Big victory for the Environment” osfr. Hetta eru nakrar av mongu yvirskriftunum í rúgvuni alt frá Financial Times, The Guardian, BBC, Sky og CNN.
Ein umsókn um at útbyggja hesa oljukelduna, tann nærmasta Føroyum av øllum olju- og gasskeldum í Bretlandi, hevur ligið hjá myndugleikunum í Bretlandi í eina tíð, og gitt hevur verið, at hetta var mest ein avgreiðsluspurningur, nær grønt ljós fór at verða givið til útbyggingina.
Men nógvur gangur hevur verið um hesa útbygging, serstakliga frá umhvørvisfelagsskapum, sum hava brúkt júst Cambo sum jarnbrot í arbeiðinum heilt at stegða allari nýggjari olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum.
Politiska leiðslan í Skotlandi við SNP og teimum Grønu hevur róð framundir, at loyvi eigur ikki at gevast til útbyggingina, tí hon gongur ímóti veðurlagspolitikkinum. Harafturímóti hava umboð fyri vinnuna og eisini umboð fyri stjórnina í London sagt, at Bretlandi tørvar olju og gass í mong tíggjuár aftrat og verða ikki fleiri keldur útbygdar til framleiðslu, so fer Bretlandi at gerast bundið at innflutningi úr Miðeystri og Russlandi.
Nú bíðað hevur verið eftir, at bretski oljumyndugleikin OGA skuldi geva grønt ljós til útbyggingina, komu so brádliga boðini frá Shell um, at tað er ikki longur partur av útbyggingini, ið fyritøkan annars hevur brúkt nógva orku uppá at menna og raðfesta millum tær bestu íløgurnar hjá felagnum í okkara parti av heiminum.
Umhvørvisfelagsskapirnir eru ovurfegnir og siga, at tað er teirra mótstøða móti Cambo og harvið eisini allari framtíðar olju- og gassútbygging í Norðsjónum, sum nú er orsøkin til, at Shell tekur seg aftur. Teir taka avgerðina hjá Shell sum eina váttan fyri, at tað hvørki lønar seg ella er umhvørvisliga forsvarligt at byggja fleiri keldur út.
Um orsøkina til at taka seg úr verkætlanini verður Shell endurgivið fyri at siga: "Following "comprehensive screening" of the Cambo field, Shell "concluded the economic case for investment in this project is not strong enough at this time, as well as having the potential for delays”. Tvs. at felagið eftir at hava gjøgnumgingið útbyggingina enn einaferð er komin til ta niðurstøðu, at íløgan í verkætlanina er ikki fíggjarliga nóg góð í løtuni, eins og møguleiki eisini er fyri seinkingum.
Shell stóð fyri 30 prosentum av verkætlanini, meðan oljufelagið Siccar Point, sum er fyristøðufelag, stendur fyri 70 prosentum. At eitt so stórt felag sum Shell ikki er við longur fer helst at fáa avleiðingar fyri verkætlanina so ella so, men stjórin í Siccar Point hevur ikki givið skarvin yvir og segði í gjárkvøldið, at felagið er sjálvandi vónsvikið av, at Shell ikki er við longur, men fara tey kortini at halda fram og søkja sær aðrar íleggjarar eisini.
Í løtuni verður Cambo stuðlað av nøkrum av heimsins størstu íløgufeløgum.
Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point sigur, at hóast Shell hevur tikið seg úr verkætlanini, so er hann sannførdur um, at hetta er ein sera góð verkætlan í allar mátar. Hon fer at tryggja 1.000 nýggj arbeiðspláss umframt avleiddu arbeiðsplássini í veitingarketuni. Hon fer eisini at vera við til at tryggja eitt grønt skifti við lágum útláti.
Umboð fyri Shell sigur, at avgerð teirra merkir á ongan hátt, at Shell fer at taka seg úr nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Felagið fer framhaldandi at vera við til at tryggja, at brúkararnir í Bretlandi hava atgongd til orku og her eisini olju og gass. Hesi fara avgjørt at vera partur av framtíðar orkumixinum.
Hóast avgerðin hjá Shell vigar tungt, so er tó enn einki, sum bendir á, at Cambo er slept uppá fjall. Framvegis liggur ein umsókn um útbygging hjá myndugleikunum. Tað ljóðar, at Siccar Point hevur samráðingar við bretsku stjórnina um støðuna. Stjórnin hevur jú gjørt púra greitt, at hon ynskir, at slíkar útbyggingar sum Cambo eiga at fara í gongd, tí tað tænir Bretlandi. Sagt verður eisini, at avgerðin hjá Shell er fult og heilt handilslig.
Stóri spurningurin er nú, um tað fer at bera til at gera Cambo útbyggingina til veruleika, nú ein so týðandi partnari sum Shell hevur gjørt av ikki at vera partur longur. Enn er ógreitt, um Shell fer at vera verandi partnari ella um felagið nú fer at geva myndugleikunum boð um, at tess ognarpartur er ikki til longur. Komandi dagarnir fara uttan iva at gera støðuna meira greiða, antin tað fer at eydnast verandi høvuðseigaranum at fáa aðrar íleggjarar aftrat og onnur oljufeløg at keypa seg inn í verkætlanina ístaðin fyri Shell.
Fyri føroyska oljuleiting og kolvetnisvirksemi í framtíðini er íkomna støðan sera óheppin, tí nettupp ein stór útbygging so nær markinum við nýggjum undirstøðukervi, hevur verið mett at kunna vera ein týðandi katalysatorur okkara megin markið. Spurningurin er nú, nær myndugleikin í Bretlandi fer at avgreiða umsóknina til útbygging, og um hon fer at verða útsett, til øll viðurskifti rundan um Cambo eru meira greið.
Vit eiga tó ikki gloyma, at tað liggja fleiri aðrar stórar olju- og gassútbyggingar eystan fyri markið á tekniborðinum nærum klárar til at fara av bakkastokki.
Nevnast kunnu Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag og fer at taka endaliga avgerð um útbygging um nakrar mánaðir. Enn ein útbygging er Clair South, sum BP stendur fyri. Hon fer helst eisini skjótt at verða klár til útbygging. Og enn ein er gasskeldan Glendronach, sum TotalEnergies hevur í umbúnað at útbyggja. Hesar útbyggingar kunnu gerast veruleiki møguliga longu í komandi ári, uttan mun til avgerðina hjá Shell at taka seg aftur úr Cambo.
Keldur: BBC, CNN, Guardian, Financial Times, Energy Voice, The Herald, Sky, Bloomberg og aðrar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Orkufelagið Equinor ger tað aftur. Felagið hevur júst latið uppgávur fyri nærum 12-13 mia. kr. til fyri tað mesta norskar veitarafyritøkur, ein teirra Aibel, har nógvir føroyingar hava arbeitt gjøgnum árini.
Hóast grøna orkuskiftið við útbyggingum av varandi orkukeldum, so er eftir øllum at døma arbeiði til allar hendur í norsku oljuvinnuni bæði á sjógvi og landi. Har tað áður vóru uppsagnir eitt nú orsakað av korona, verður nú søkt eftir fólki, nakað, sum eisini nógvir føroyingar og føroyskar fyritøkur hava ágóðan av.
Og ein høvuðsorsøkin er tann, at tað er nógv at gera í norsku olju- og frálandsvinnunum, tí oljufeløgini seta hol á eina útbygging fyri og aðra eftir. Og sum ikki einaferð er tað norski orkurisin Equinor, sum tryggjar mongu norsku veitarafyritøkunum arbeiði. Seinastu stóru uppgávuna hevur norska fyritøkan Aibel, har eisini nógvir føroyingar hava arbeitt og arbeiða, fingið tillutað frá nettupp Equinor. Og hon ljóðar uppá einki minni enn 400 mió. pund. Tað skriva E24 og Energy Voice.
Fyri hesa risa upphæddina skal fyritøkan standa fyri fýra verkætlanum. Tær eru Krafla, Gina Krog, Asterix og Kårstø, og tær fara at krevja túsundtals arbeiðsfólk í Haugesund, Harstad, Asker og Stavanger. Við hesum útbyggingum fer norska oljuvirksemið at vaksa nógv komandi árini.
Men ikki nóg mikið við hesum uppgávunum. Aibel fekk stutt eftir umrøddu uppgávur enn eina frá Equinor. Hon er uppá 4-5 milliardir krónur og skal Aibel vera partur av elektrifiseringini av einum av risunum á norska landgrunninum, Oseberg. Bara tað arbeiðið er mett at kosta góðar 8 milliardir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2021
Fyrstu ferð í tvey ár hava umboð fyri Jarðfeingi aftur luttikið á oljuráðstevnu í London, har roynt varð at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiland í Norðuratlantshavi
Korona hevur lagt nógvar forðingar á gerandisdagin og harvið eisini á ráðstevnur og messur kring allan heim. Hetta er so eisini nakað tey á Jarðfeingi hava merkt til, nú umstøður ikki hava verið fyri at fara út í onnur lond at marknaðarføra føroyska landgrunnin til oljuleiting.
Í seinastu viku vóru kortini umboð frá Jarðfeingi við á oljuráðstevnuni PETEX í London. PETEX er ein afturvendandi ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár í London, og hetta er fyrsta ráðstevnan uttanlands, sum Jarðfeingi hevur verið við á seinastu tvey árini. Við sær hesa ferð høvdu umboðini ein sølubás umframt eina dagføringsframløgu um føroyska økið.
Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og mikudagin 24. november var Kate Sanderson, sendikvinna í London, og vitjaði á ráðstevnuni. Umframt at vitja á føroyska básinum hevði hon eisini høvi til at vitja aðrar landabásar, sum eins og Føroyar royna at varpa ljós á møguleikar hjá oljufeløgum at leita eftir kolvetnum í undirgrundini.
Hon hevði so eisini møguleika at skifta orð við Tim Eggar, nevndarformann hjá bretska eftirlitsmyndugleikanum, OGA, Oil and Gas Authority, sum hevði framløgu á ráðstevnuni, har hann m.a. vísti á týdningin, at tað verður hildið fram við at leita eftir kolvetnum og útbyggja olju- og gassfelt á bretska landgrunninum. Mong av hesum liggja eystan fyri føroyska markið. Umframt at vísa fram dagført tilfar um føroysku undirgrundina á føroyska básinum, hevði eitt av føroysku umboðunum, Óluva Eidesgaard, framløgu á ráðstevnuni.
Óluva Eidesgaard hevur framløgu á ráðstevnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Úrslitini frá COP26 ráðstevnuni sóust tíverri ikki aftur á fundinum í IMO, Altjóða Sjóvinnufelagsskapinum skrivar stjórin í AP Møller Maersk, Søren Skou
Síðani grøna orkuskiftið tók dik á seg hevur spurningurin um, hvussu vit leggja um frá olju og gassi til grøna orku í skipaflotanum, javnan verið frammi í orðaskiftinum, men hóast boðini uppá nýggj brennievni til heimsins skipaflotar eru mong, so hevur tað enn ikki eydnast at semjast um, hvør er besta og rætta leiðin at ganga.
Fundur hevur júst verið í IMO, altjóða sjóvinnufelagsskapinum, har grøna orkuskiftið stóð ovarliga á skránni.Hetta var í kjalarvørrinum á COP26 í Glasgow. Men stjórin í einum av heimsins størstu reiðaríum, danska AP Møller Maersk, Søren Skou, er avgjørt ikki nøgdur við arbeiðið, sum fer fram í IMO.
- Vit hava brúk fyri einum IMO, sum kann vísa á verulig úrslit, um so er, at vit skulu hava møguleika fyri at dekarbonisera skipaferðsluna. Tað krevur framstig nú. Tíðin er komin til, at lond gera fleiri íløgur í arbeiðið, og at úrslitini frá fundunum í IMO verða meira ítøkilig sigur Søren Skou.
Í síni grein kemur Skou við nøkrum boðum uppá, hvussu heimurin kemur longri á leið við arbeiðinum móti at minka um útlátið frá skipum. Hann heldur man eigur at finna ein altjóða standard fyri framtíðar brennievnum, sum skal tryggja neyðugu framleiðsluna. Haraftrat eigur ein seinasta deadline at verða sett fyri, nær umskiftið til at minka um útlátið skal verða sett í verk.
Hetta skal m.a. vera við til at tryggja, at tað til eina ásetta tíð í framtíðini skal verða bannað at byggja nýggj skip, sum brúka fossila brenniorku. Haraftrat skjýtur hann upp at seta á stovn á altjóða grunn, sum skal verða fíggjaður við avgjøldum á fossilu brennievnini.
Pengarnir frá grunninum skulu so stuðla ídnaðinum í menningarlondunum. Hann heldur eisini, at IMO eigur at seta í verk sonevndar grønar korridorar, sum varð skotið upp á COP26. Hann ger eisini greitt, at Maersk fer at gera sítt til at samstarva við onnur lond fram til næsta fundin í felagsskapinum í juni 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Eitt av størstu gassfeltunum á norska landgrunninum, Oseberg, skal í framtíðini rekast við streymi heldur enn gassi. Equinor hevur avgjørt at elektrifisera orkuleiðina fyri 9 milliardir krónur
Ein av týðandi avgerðunum hjá oljufeløgunum, nú tey skulu til at flyta seg í grøna orkuskiftinum, er at minka um útlátið frá bæði verandi og komandi framleiðslum.
Og eitt av mest týðandi amboðunum at røkka hesum málinum er at elektrifisera bæði verandi og komandi pallar tvs. at kunna útvega streym frá eitt nú vindmyllum til havs ella vatnorkuverkum á landi út til pallarnar til havs. Hóast hetta verður mett at vera ein kostnaðarmikil uppgáva so eru bæði myndugleikar og vinnan í Noregi farin miðvíst undir at elektrifisera olju- og gassleiðir á norska landgrunninum.
Nýggjasta stigið á hesi leið er ein sera umfevnandi verkætlan at elektrifisera ein av stóru pallunum á landgrunninum, Oseberg. Equinor, sum er fyristøðufelag, hevur júst kunngjørt eina ætlan at partselektrifisera Oseberg fyri 10 milliardir norskar krónur. Ein stórur partur av arbeiðinum fer til norskar veitarar. Arbeiðið, sum byrjar í næstum, skal vera liðugt í 2026.
Tá fer tað eisini at kunna framleiða og útflyta nógv meira gass enn í dag. Tørvurin á gassi í Evropa er í stórum vøkstri serstakliga nú veturin er komin í fleiri londum.
Roknað verður við at umleið 70 umleið av uppgávunum at elektrifisera pallar í Norðsjónum fer til norsku veitaravinnuna. Ein av fyritøkunum, sum hevur fingið fleiri av uppgávunum hjá Equinor er Aibel, sum í dag hevur ikki minni enn 14 milliardir norskar krónur í ordrabókunum. Av hesum er stórur partur elektrifisering av pallum til havs, har streymurin kemur úr landi.
Tað nýggja í arbeiðinum hjá Aibel er, at meira enn helvtin av uppgávunum nú snúgva seg um grønar orkuloysnir. Hesar verða mettar at kunna minka munandi um útlátið av CO2, so hóast fleiri halda, at elektrifiseringin er alt ov kostnaðarmikil og trupul, so er hon rætta leiðin at ganga, nú grøna skiftið snýr seg um at fara frá olju og gassi sigur stjórin í Aibel, Mads Andersen við E24. Umfamt Oseberg er Aibel eisini við í arbeiðinum at elektrifisera Kårstø, Snøhvit, Sleipner, Gina Krog og Johan Sverdrup olju- og gasskeldurnar.
Norska Stórtingið hevur samtykt, at oljuvinna skal minka um útlátið við 50 prosentum innan 2030, og sambært vinnuni er júst elektrifiseringin ein týðandi táttur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Stjórin í heilivágsfyritøkuni Pfizer sigur, at tað helst verður neyðugt við árligari koppseting nógv ár framyvir
Tað verður helst neyðugt við einum nýggjum koronupriki á hvørjum ári í nógv ár framyvir.
Tað heldur Albert Bourla, stjóri í fyritøkuni Pfizer, sum hevur ment koppingarevnið móti koronu, sum vit m.a. brúka her í Føroyum.
Í samrøðu við BBC sigur hann, at tað helst verður neyðugt fyri at varðveita "eina høga verju".
Hann sigur, at Pfizer longu hevur ment eina dagførda koppseting til at basa Beta-frábrigdinum, ið er fyrsta frábrigdið, ið varð staðfest í Suðurafrika, og Delta-frábrigdinum, sum varð staðfest í India. Arbeitt verður nú við einari dagførdari koppseting afturat, nú Omikron-frábrigdið er byrjað at gera um seg, og hon kann vera klár um einar 100 dagar, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Orsakað av nýggja frábrigdinum mælir Heimsheilsustovnurin, WHO til, at fólk, ið eru 60 ár og eldri, sum ikki eru koppsett fyri koronu, útseta ferðaætlanir sínar – tað eiga tey, ið hava eitt nú hjartatrupulleikar, diabetes og krabbamein eisini at gera
Heimsheilsustovnurin, WHO heitti í vikuni á øll lond um at frámæla eldri borgarum at ferðast í løtuni. Orsøkin er nýggja omikron-frábrigdið, sum fyrst varð fráboðað í Suðurafrika, men sum síðani er funnið í einari rúgvu av øðrum londum.
Tilmælið hjá Heimsheilsustovninum um at útseta ferðir er tó bert galdandi fyri fólk, ið eru 60 ár og eldri, sum ikki eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað boðaði Heimsheilsustovnurin frá seint týskvøldið.
Tilmælið er eisini galdandi fyri borgarar, sum eru serliga sárbærir – fólk, sum hava hjartatrupulleikar, krabbamein og diabetes.
Í farnu viku vóru fleiri lond eisini skjót at seta ferðavmarkingar í verk fyri Suðurafrika og fleiri onnur lond í sunnara parti av Afrika, men hesum mælir Heimsheilsustovnurin tó eisini frá.
– Innferðarforboð fara ikki at forða fyri altjóða smittuspjaðing, og tað leggur eitt stórt trýst á fólk og teirra livibreyð. Samstundis kunnu ferðaavmarkingar ávirka altjóða heilsufakliga samstarvið undir farsóttini við at forða londum í at deila farsóttarfrøðiligar dátur, sigur Heimsheilsustovnurin sambært Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Katrin Jakobsdóttir úr Vinstri grænir heldur fram sum forsætisráðharri
Eftir fleiri vikur við samráðingum eftir valið í september, varð leygardagin kunngjørt, at stjórnin í Íslandi heldur fram.
Hetta merkir, at Katrin Jakobsdóttir úr Vinstri grænir, heldur fram sum forsætisráðkvinna. Hinir báðir flokkarnar í samgonguni eru Sjálfstæðisflokkurinn og Framsóknarflokurinn.
Á valinum í september gjørdist Sjálfstæðisflokkurinn størsti flokkur við 24,4 prosent av atkvøðunum og 16 tingsessir í Altinginum.
Næststørsti flokkurinin gjørdist Framsóknarflokurinn. Við 17,3 prosent av atkvøðum og 13 tingsessum var hann eisini tann flokkurin, ið hevði størstu framgongdina á valinum. Í seinasta valskeiði hevði hann nevniliga bert átta tingsessir.
Vinstri grænir er minsti flokkur í samgonguni. Hann fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og hetta gevur honum átta sessir í Altinginum. Tað eru tríggjar færri enn undanfarna valskeið.
Katrin Jabobsdóttir sigur, at nýggja stjórnin fer at leggja dent á heilsu og stríðið móti veðurlagsbroytingum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Aðalmálið hjá stjórnini verður at gera upp við nógvu brotsverkini, sum verða framd í Svøríki
Leiðarin fyri svensku sosialdemokratarnar, Magdalena Andersson, sum mánadagin enn einaferð varð vald til nýggjan stjórnarleiðara, kunngjørdi týsdagin stjórnargrundarlagið og listan yvir ráðharrar og -kvinnur í nýggju einflokka stjórnini.
Eftir at umhvørvisflokkurin í farnu viku tók seg úr stjórnarsamstarvinum við sosialdemokratiska flokkin, skuldi Anderson skipa aðra minnilutastjórn, bara við sosialdemokratum. Harvið var tørvur á fleiri ráðharrum.
Ovast á listanum er fíggjarmálaráðharrin, sessurin sum Andersson fyrr sjálv hevur røkt. Nýggjur fíggjarmálaráðharri verður Mikael Damberg, kunngjørdi Magdalena Andersson í dag.
Og Annika Strandhäll verður umhvørvisráðkvinna.
Fyrrverandi formaðurin í LO, Karl-Petter Thorwaldsson er valdur til vinnumálaráðharra, meðan Jeanette Gustafsdotter verður mentamálaráðkvinna og Ann Linde heldur fram sum uttanríkisráðkvinna.
Stjórnartíðin hjá Magdalenu Andersson verður merkt av, at tað verður ríkisdagsval komandi heyst, og tí fara flokkarnir at brúka komandi tíðina til valstríð, og áhugin hjá andstøðuni verður sjálvandi at forða fyri nýggjum átøkum frá sosialdemokratisku stjórnini.
Í stríð móti brotsverkum
Fremsta ætlan hjá nýggju stjórnini er at seta inn móti nógvu brotsverkunum, sum verða framd í Svøríki. Tí “fólk skulu ikki óttast fyri, at fáa eina bumbu ella hondgranat tveitta inn í stovuna”.
Hetta er ein avbjóðing fyri flestar flokkar. Og hinir flokkarnir fáa trupult við at vera ímóti ætlanini hjá Anderson hesum viðvíkjandi, tí brotsverk er nakað, sum upptekur flestu veljararnar í Svøríki.
- Harðskapurin er eitt eitur fyri samfelagið, segði Andersson í røðu síni, og lovaði at taka upp stríðið móti teimum harkaliðum, sum eru við til at oyðileggja svenska samhaldsfestið.
Hon boðaði frá harðari revsingum og umskipan av løgregluni, so hon kann arbeiða meira effektit.
- Tað snýr seg um at venda hvørjum steini í stríðnum móti tí, ið skapar split, segði Magdalena Andersson, og lovaði serliga at seta inn móti “fyrilitaleysu brotsverkunum”, sum serliga herja í teimum stóru býunum í Svøríki.
Harafturat ætlar stjórnin serliga at arbeiða fyri veðurlagnum og vælferðini.
Mánadagin varð Magdalena Andersson á øðrum sinni góðkend sum nýggjur stjórnarleiðari í Svøríki. Hon avloysir Stefan Löfven.
Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Svøríki, býr í Nacka nærhendis Stockholm, við manni og tveimum børnum. Hon er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Handelshögskolan í Stockholm, skrivar TT-tíðindastovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Karibiska oyggjalandið gjørdist heimsins nýggjasta lýveldi týsnáttina
Karibiska oyggin Barbados hevur nú sagt farvæl til seinastu leivdirnar av hjálandatíðini, og hevur ný lýst seg sum sjálvstøðugt lýveldi. Næstan 400 ár eftir, at fyrsta bretska skipið legði at við Barbados strendur, er landið ikki longur ein partur av bretska kongsríkinum.
Stutt fyri midnátt 30. november, varð flaggið hjá bretsku Elizabeth II drotning strokið. Fleiri hundrað fólk vóru við til hátíðarhaldið í høvuðsstaðnum, Bridgetown.
Teirra millum var bretski krúnprinsurin Charles. Hansara vón er, at tað ikki verða fleiri lond, sum fara at fylgja hesum døminum. Móðir hansara, Elizabeth, er framvegis drotning í 15 økjum og londum, teirra millum Stórabretlandi, Kanada, Avstralia og Jameika.
Barbados hevur tikið hetta stig, sum eitt seinasta burtur frá hjálandatíðini og trælatíðini.
Charles prinsur helt røðu á hátíðarhaldinum í nátt
Barbados hevur havt sjálvstýri síðan 1966, men tá valdu tey at varðveita kongsveldið. Hóast ovasti leiðarin ikki longur er Elizabeth drotning, men Sandra Mason, sum tjóðartingið í farna mánaði valdi til forseta, verður Barbados framhaldandi limur í Commonwealt-samgonguni.
Í røðu síni legði Charles prinsur dent á framhaldandi vinskapin millum Bretland og Barbados – hóast myrku søguna frá trælatíðini.
Undir hátíðarhaldinum í nátt varð kendasti barbadosbúgvin, sangarinnan Rhianna, kosin tjóðarhetja í landinum.
Hóast Elizabeth ikki longur er ovasti myndugleiki í Barbados, so er tað framvegis kvinnurnar, ið ráða fyri borgum í oyggjalandinum við umleið 290.000 íbúgvum. Forseti er nú Sandra Mason og forsætisráðkvinnan og stjórnarleiðarin er Mia Mottley.
(Kort: Nám)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Mett verður, at 274 milliónir fólk fara at hava tørv á neyðhjálp í 2022, og tað er ein vøkstur á 17 prosent í mun til í ár, har tørvurin longu var metstórur
Næsta ár verður tørvur á 269 milliardum krónum til at nøkta tørvinum á neyðhjálp kring heimin, staðfestir ein nýggj frágreiðing frá ST.
ST sigur, at 274 milliónir fólk fáa brúk fyri neyðhjálp komandi ár, og tað er ein vøkstur á 17 prosent í mun til í ár, tá tørvurin longu var metstórur.
Hetta merkir, at 29. hvør persónur í heiminum fer at fáa tørv á hjálp í 2022. Samanborið við 2015 er hetta ein vøkstur á 250 prosent, har mett var, at 95. hvør persónur hevði tørv á neyðhjálp.
Tørvurin er størri enn áður orsakað av koronukreppuni, veðurlagsbroytingum og trupulleikum, sum hava send fólk a markið til hungursneyð.
Sambært Ritzau eru tað serliga í Afghanistan, Etiopia, og Myanmar, at tørvurin er øktur seinasta árið. Eisini er tørvur á neyðhjálp í Sýria og Jemen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
NSÍ vendi 2-4 samanlagt til sigur í brotssparksdramaði við Løkin móti HB. Tórður Thomsen kom inn og gjørdist avgerandi við at bjarga trimum brotsspørkum, og nú er greitt, at B36 og NSÍ skulu harvið stríðast um steyp og útvið tvær milliónir leygardagin, og at finalistarnir seinastu tvey árini eru úti
Hilmar Leon Jakobsen skoraði gott áleyparamál næstan beinanvegin, og HB økti eftir deyðbóltsstøðu, har NSÍ burdi fingið fríspark, tá eitt korter varð leikt. NSÍ reistist tó, og eftir gott álop í 33. minutti varð 1-2: Jakob Trenskow rak leingi, skjótt og væl, fann Klæmint Olsen, ið smekkaði bóltin í meskarnar.
Hóast NSÍ hevði nakrar aðrar vandamiklar støður í fyrra hálvleiki og nú bert manglaði eitt mál fyri at fáa javnvág, so tyktist HB at hava gitt tamarhald á støðuni - fram til 78. minutt. Búi Egilsson var heilt stutt áðrenn komin inn á vøllin og Klæmint fann hann. Skjóti áleyparin prikaði bólturin framvið Teiti Gestssyni, ið hevði hendurnar á bóltinum; tað kundi líkst einum frísparki, og landsliðsmálverjin var eisini ógvuliga ónøgdur við dømingina.
NSÍ hevur her javnað til 2-2; tólv minuttir fyri leiklok (Mynd: Sverri Egholm)
Klæmint Andrasson Olsen bæði skoraði og legði upp mánakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
29-ára gamli málverjin hevði umleið ein tíma seinni møguleikan at avgera hesa seinnu hálvfinaluna. Seinastu tíggju minuttirnar og í longdu leiktíðini var so at siga eingin málmøguleiki yvirhøvur, og so skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping.
Teir fyrstu fýra HB-skjúttarnir vóru tryggir, men Teitur hevði bjargað skotinum hjá Rógva Egilstoft. Hann skuldi skjóta brotsspark nummar fimm hjá HB og harvið senda lið sítt í finaluna, men Tórður Thomsen las HB-liðformannin.
35-ára gamli málverjin varð skiftur inn fyri Karstin Hansen til brotssparkskappingina. Tórður hevur ikki spælt í nærum hálvt ár, orsakað av knæskaða, men nú gav hann NSÍ eina lívlinju, og eftir at fyrrverandi HB-leikarin Tróndur Jensen hevði javnað, bjargaði Tórður aftur; hesaferð frá javnaldranum hjá Tróndi, René Shaki Joensen.
Teitur svaraði síðani aftur við at taka skotið hjá Jákupi Jakobsen, ið annars kundi avgera alt. Síðani komu fýra mál á rað, áðrenn innskifti Tórður bjargaði skotinum hjá innskifta fyrrverandi NSÍ-leikaranum Michal Przybylski.
Sølvi Sigvardson kom á vøllin í longdu leiktíðini. Hann hevur skorað átjan ferðir fyri næstbesta liðið hjá NSÍ - fleiri ferðir úr ellivu metrum - og Sølvi skapti stóran fagnað, tí í sínum bert fjórða dysti fyri besta liðið var miðvallarin ísakaldur og sendi barndómsfelagið í sína fyrstu steypafinalu síðani 2017.
Tá vann NSÍ 1-0 á B36.
Finalan leygardagin skal vinnast, um liðið úr Runavík skal halda fast í evropeiska plássinum. Bill McLeod Jacobsen og hansara toymi hava nú ført NSÍ til eitt fjórða pláss og eina finalu, og leygardagin bíðar B36, sum hevði eitt gott kvøld á Tórsvølli mánakvøldið.
Tað at hesi bæði liðini, ið spældu um fjórða plássi í seinasta umfari í Betrideildini, hittast í finaluni merkir, at bæði havi tørv á einum sigri fyri at fáa møguleikan fyri at spæla í evropeiskari kapping í 2022.
Sebastian Pingel skoraði tvær ferðir fyri B36 í 3-0 sigrinum á Víkingi á Tórsvølli
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 29. november
B36- Víkingur 3-0 (2-0) - Samanlagt 3-1
8' Sebastian Pingel 1-0
26' Mathias Trane 2-0
82' Sebastian Pingel 3-0
NSÍ - HB 2-2 (0-2) - 4-4 samanlagt eftir 2x90 minuttir
3' Hilmar Leon Jakobsen 1-0
15 'Bartal Wardum 2-0
33' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
79' Búi Egilsson 2-2
Brotssparkskapping
2-3 Áki Samuelsen
3-3 Klæmint Andrasson Olsen
3-4 Hørður Askham
Teitur Gestsson bjargar roynd frá Rógva Egilstoft
3-5 Pætur Petersen
4-5 Jacob Trenskow
4-6 Hilmar Leon Jakobsen
5-6 Búi Egilsson
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Teituri Matras Gestsson
6-6 Tróndur Jensen
---
Tórður Thomsen bjargar roynd frá René Shaki Joensen
Teitur Gestsson bjargar roynd frá Jákupi Jakobsen
6-7 Bartal Wardum
7-7 Oddur Árnason Højgaard
7-8 Heri Hjalt Mohr
8-8 Pætur Hentze
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Michal Przybylski
9-8 Sølvi Sigvardsen
Finalan um løgmanssteypið 2021:
Tórsvøllur, leygardagin 4. desember
NSÍ-B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Tað verður 44 ára gamli Eiler Rasmussen, sum skal døma finaluna um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 16
Klokkan 16 í dag hittast NSÍ og B36 í finaluni um løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli.
Dómari verður 44 ára gamli Eiler Rasmussen.
– Hetta er uttan iva størsti dystur á árinum, so tað er við eyðmjúkleika, at eg nú gleði meg til júst hendan dystin. Nú ræður um at fyrireika seg væl, og hugsavna seg 100 prosent um uppgávuna, sigur hann.
Eiler Rasmussen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsdómari. Síðan 1996 hevur fryntligi skálamaðurin, ið seinastu nógvu árini hevur verið búsitandi á Argjum, dømt 572 dystir á hægsta støði í føroyskum fótbólti, skrivar heimasíðan hjá FSF.
Hjálpardómarar vera Andreas Petur Hansen og Jón Marni Johannesen, meðan Petur Reinert verður 4. dómari. Dómaraeygleiðari verður Niklas á Líðarenda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Bridgehúsið verður karmur um upphitingina hjá B36 leygardagin. B36-húsið útleigað
Tað verður í gamla HB-húsinum, at teir hvítu áskoðararnir fara at hita upp og koma í rætta lagið undan størsta dystin í árinum, finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli í morgin.
B36 boðar frá, at hús felagsins er leigað út til eitt jólaborðhald, og hóast besta liðið hevur spælt seg í finaluna, so verður hetta ikki broytt.
Finalan millum B36 og NSÍ verður bríkslað í gongd klokkan 16, men longu frá klokkan 13 hita tey hvítu upp.
- Vit vóna, at øll tey, sum hava eitt bankandi B36-hjarta møta upp í Bridgehúsinum klokkan 13 , og vera við til at skapa eitt sindur av stemningi, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36. Hann leggur afturat, at felagið vónar, at fólk møta upp í hvítum klæðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2021
Patrick Da Silva er dømdur fyri blúnisbrot ímóti einari 14 ára gamlari gentu. Mikkjal Thomassen sigur, at eftir drúgva umhugsunartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrick, hevur KÍ gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans
KÍ hevur gjørt eitt árs sáttmála við 27 ára gamla dansk-brasilska Patrick Da Silva, sum er álopsinnaður vinstri bakkur.
Hesum boðar felagið frá hósdagin.
Føroyameistararnir dylja ikki fyri, at nýggi KÍ-leikarin hevur ein dóm frá fyrr í ár.
- Patrick spældi seinast við Lyngby í 2020 í donsku superliguni, men steðgaði síðsta heyst orsakað av serliga keðiligum umstøðum, sum endaðu við, at hann fekk ein treytaðan dóm, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Hesar “keðiligu umstøðurnar” er eitt mál um blúnisbrot ímóti einari 14 ára gamlari gentu í mars 2020. Hetta endaði við einum treytaðum dómi tann 11. mars í ár, skrivar Ekstrablaðið.
- Eftir drúgva umhugsanartíð og nógvar og drúgvar samrøður við Patrick hava vit gjørt av at geva honum ein nýggjan kjans, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.
Mikkjal Thomassen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hann leggur afturat, at Patrick er sera takksamur fyri møguleikan og gleðir seg til at sleppa at umboða KÍ í 2022, har m.a. spennandi, altjóða uppgávur liggja fyri framman.
- Styrkirnar hjá Patricki eru í álopsspælinum, og er hann ein kvikur og tekniskt sterkur spælari. Patrik er uppvaksin í Brøndby og hevur eisini spælt í donsku superliguni fyri FC Nordsjælland, Randers og Lyngby og hevur spælt samanlagt 103 dystir fyri hesi feløgini.
Hann hevur umboðað Danmark í ungdómsdeildini, og hevur millum annað spælt átta landsdystir fyri danska U21-landsliðið, skrivar KÍ.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Venjarin seinastu trý árini tekur eitt tørn afturat
Nú er greitt at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari á besta liðnum hjá EB/Streymi.
Hann fer sostatt undir fjórða árið sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2019 endaði liðið á níggjunda plássi, men slapp við skrekkinum at flyta niður. Seinastu tvey kappingarárini hevur hilnast eitt vet frægari, og liðið hevur ligið á sjeynda plássið bæði árini.
- Hesi seinastu trý árini hava verið svingandi. Í stuttum var málið, tá vit settu Jákup Martin, at halda okkum uppi og stabilisera okkum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Hetta hava vit megnað í samstarvinum, og tí ynsktu vit at leingja, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
Upplýst verður, at tað í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jákup Martin Joensen skal hava afturat sær. Jákup á Borg, sum seinnu kappingarhálvu hevur verið partur av venjaratoyminum, hevur áður sagt, at hann ikki verður partur av toyminum næsta kappingarár.
Sáttmálin er galdandi eitt ár fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
Agnar Prestá, sum í fjør var hjálparvenjari hjá ÍF, verður nú partur av toyminum hjá føroyameistarunum
Agnar Prestá verður næsta ár partur av toyminum rundan um Føroyameistararnir í Klaksvík.
Hesum boðaði KÍ frá á heimasíðuni í vikuni.
Klaksvíkingurin hevur farna kappingarár verið hjálparvenjari hjá ÍF, men leitar sær nú aftur til heimbýin.
Agnar Prestá verður komandi ár hjálparmaður hjá høvuðsvenjaranum Mikkjali Thomassen og fer at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum.
Hann hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA-A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komandi heyst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Sáttmáli hansara var annars galdandi til næsta summar, men hann er nú farin frá av heilsuávum – Sonni Larsen kemur fyribils at standa á odda fyri liðnum restina av EM-undankappingini
Dragan Brljevic, sum hevur verið venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum síðan oktober 2020, hevur av heilsuávum sagt seg úr starvi, boðaði Hondbóltssamband Føroya frá í vikuni.
Sáttmáli hansara var annars galdandi fram til juli næsta ár.
Boðað verður frá, at tað fyribils verður Sonni Larsen, sum kemur at standa á odda fyri liðinum restina av EM-undankappingini. Finnur Hansson heldur tó fram sum hjálparvenjari.
Sonni var landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum frá 2017-2021, og leiddi hann liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar.
Føroysku kvinnurnar hava fýra dystir eftir í EM-undankappingini. Í mars spæla kvinnurnar úti- og heima móti Eysturríki, og í apríl heima móti Rumenia og úti móti Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Beinir Kristiansen byrjaði í starvinum 1. desember, og starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað
Virksemið hjá Flogbóltsamband Føroya er økt munandi, og nógvar stórar og avgjóðingar liggja fyri framman. Hetta setir stór krøv til dagliga virksemi hjá sambandinum, og tí hevur nevndin í sambandinum tikið støðu til at seta Beinir Kristiansen í starv sum stjóra hjá FBF.
Beinir byrjaði í starvinum 1. desember, og starvssetanin er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað, skrivar Flogbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi.
Beinir er ikki ókendur í føroyska flogbóltsheiminum, og hevur hann m.a. verið meistari við ÍF, tá hesir á fyrsta sinnið gjørdust Føroyameistara í 1989.
Umframt at leiða skrivstovuna hjá FBF, fær nýggi stjórin sum høvuðsuppgávu at vera við til at menna einstøku feløgini kring landið, styrkja um altjóða sambondini hjá FBF, og at styrkja um inntøkugrundarlagið fyri føroyska flogbóltin sum heild.
Ætlandi verður enn eitt starvsfólk sett í starv í næstum, skrivar FBF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2021
Síðsta vikuskiftið luttóku føroyskir badmintonleikarar í kapping í Danmark
Farna vikuskiftið luttók føroyski landsliðshópurin í badminton í kapping í Højbjerg, ið liggur stutt uttanfyri Århus.
Kappingin var á A og B-stigi og skipað í innleiðandi puljum í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Tí fingu teir 15 leikararnir úr Føroyum eisini nógvar dystir í part.
Í blandaðum tvímansleiki vunnu føroysku leikarnir fleiri heiðursmerkir, meðan tey eisini fingu fleiri spennandi dystir í einmansleiki og tvímansleiki.
Í B-bólkinum vóru tvey føroysk pør í finaluni, har Hákun Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj (gull) vunnu á Rúni M. Simonsen og Johonnu Højsted (silvur).
Í A-bólkinum vunnu Magnus Dal-Christiansen og Mia Thorkildshøj bronsu, meðan Rúni Øster og Miriam Í Grótinum vunnu gull í eini tættari finalu í trimum settum ímóti donskum pari.
Landsliðshópurin fór til Danmarkar fyri at fáa góða kappingarvenjing, og kom hann heim aftur við fleiri heiðursmerkjum. Vant verður fram ímóti altjóða kappingum til várs og Føroyaleikirnar komandi summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
Tórshavn Boksing vónar at kommuna og landsmyndugleikar síggja møguleikar í teirra nýggja tilboði til ung, sum hava tað trupult
Tórshavn Boksing, boksifelagið við venjingarhølum í bygninginum hjá Vøruhúsinum inni á Hjalla, fer nú undir eitt nýtt sosialt átak, sum í útgangsstøði ikki beinleiðis nýtist at hava nakað við boksing at gera.
Átakið hevur fingið heitið “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn”, og vendir sær í útgangsstøði til ung í aldrinum 10 til 18 ár, sum hava avbjóðingar, um at finna felagsskap og samanhald í umhvørvinum rundan um boksifelagið.
Ætlanin er, at hølini hjá boksifelagnum verða latin upp annan hvønn leygardag millum klokkan 14 og 20, har skipað verður fyri aktivitetum. Sambært boksifelagnum, eru ongi mørk fyri, hvørjir hesir aktivitetir eru, og teir nýtast ikki at hava nakað við boksing at gera. Tað veldst um hvat tey ungu hava hug til.
Tað kann vera boksivenjing, men tað kann eisini vera styrkivenjing, ella okkurt heilt annað, til dømis at fara at bovla ella hyggja eftir einum filmi ella hugna sær á annan hátt í hølunum.
Av tí at Tórshavn Boksing hevur verið úti og leita eftir fyritøkum, sum vilja stuðla, so er talan um eitt ókeypis tilboð fyri tey ungu. Felagið hevur eisini søkt Tórshavnar kommunu eftir 25.000 krónum, ætlaðar til hetta virksemið.
Tilboðið skal fyribils galda fram til páskir. Einstaklingar ella stovnar, ið eru áhugaðir í hesum tilboðum kunnu frætta nærri við at taka samband við boksifelagið ella formannin og stigtakaran, Martin Meng.
Neyðugt er at vita eitt sindur um bakgrundina hjá teimum einstøku, so at aktivitetirnir hóska til tey luttakandi, og fyri at luttakararnir kunnu býtast upp í hóskandi bólkar, alt eftir áhugamálum.
Ætlanin var, at tilboðið skuldi vera á fyrsta sinni 11. desember, men orsaka av koronastøðuni, er avgerð tikin at bíða til eftir nýggjár. So 8. januar millum 14 og 20 verður “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” á fyrsta sinni.
Hóast hetta má metast at vera ein landsuppgáva, so heldur Martin Meng, stigtakari til átaki og til Tórshavn Boksing, at tað verður gjørt ov lítið fyri júst henda aldursbólkin, og tí er tað teirra vón, at átakið hjá boksifelagnum kann varpa ljós á trupulleikan.
Boksifelagið vil gjarna gera hetta til eitt fast tilboð, men so er neyðugt at felagsskapurin fær fígging til tess.
- Vit hava sera góðar umstøður í okkara nýggju venjingarhølum, og tað er ikki nøkur loyna, at vit fegin vilja gera hetta til eitt fast tilboð til ung við sosialum avbjóðingum.
- Tað er tungt at reka eitt ítróttafelag, og leigan av hølunum er ein tungur postur. Tí er tað okkara vón, at bæði kommuna og landsmyndugleikar duga at síggja møguleikar í teimum tilboðum, sum vit kunnu bjóða júst hesum útsetta bólki, sigur Martin Meng.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
– Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun
Merkið fer at veittra og prýða bringuna á føroyskum vektlyftarum við norðurlendsku meistarastevnuna fyrst í komandi ári.
– Ein stórur varði er settur í stuttu skipaðu søguni hjá føroyskari vektlyfting, sigur formaðurin í Føroya Styrkisambandi, Heini Hátun.
Tað vóru stór og gleðilig tíðindi fyri føroyska vektlyfting, tá ið norðurlendska vektlyftarasambandið, Nordiska Tyngdlyftningsförbundet, hevði aðalfund fyrr í november. Føroya Styrkisamband hevði til aðalfundin sent inn umsókn um sjálvstøðugan limaskap, og norðurlendska sambandið gjørdi ikki mætari enn einmælt at samtykkja eina prinsipiella tilsøgn um slíkan limaskap. Formliga samtyktin verður á eykaaðalfundi tíðliga komandi ár.
Formaðurin, Heini Hátun er sera fegin um jaligu móttøkuna av føroysku umsóknini:
– Hetta er ein stórur dagur fyri føroyska styrkiítrótt - í hesum førinum vektlyfting - tí síðani stovnanina av sambandinum fyri tveimum árum síðani hevur altjóða limaskapur verið eitt av aðalmálunum. Og nú fara so føroyskir íðkarar at kappast undir Merkinum uttanlands.
Føroysk vektlyfting hevur tætt og gott samstarv við danska vektlyftarasambandið, og serliga er venjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Frank Petersen blivin ein sannur føroyavinur og hevur slóðað fyri umsóknini, umframt at hann eisini venur teir bestu føroysku vektlyftararnar.
– Frank sær saman við okkum stórar møguleikar fyri at menna føroyska vektlyfting, tí okkara siðvenja við styrkiítróttum er so sterk og náttúrlig. Skjótu framstigini benda eisini greitt á, at vit sannlíkt fara at gera okkum galdandi í bæði norðurlendskum og altjóða høpi, leggur Heini aftrat.
Olympisk vektlyfting er sum skipað ítróttargrein ung her á landi. Fyrsta FM-kappingin varð hildin í fjørvár við góðum úrslitum, og í ár vunnu fleiri føroyingar heiðursmerki, enntá okkurt úr gulli, á donsku meistarastevnuni.
Seinast í sjeyti- og tíðliga í áttatiárunum bleiv vektlyfting tó nógv íðkað í felagnum Bragdið. Talan var ikki um skipaðar kappingar, men t.d var ein uppvísningskapping var ímóti íslendingum í 1985. Føroysku lyftini til ta kappingina vóru 100/130 kilo og 110/135 kilo (trekk/stoyt).
Áðrenn umsóknin um limaskap varð samtykt, hevði Styrkisambandið sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni í 2024. Ferð verður nú av álvara sett á fyrireikingarnar at fáa hesa stóru kappingina hendan vegin.
Føroya Styrkisamband er menningarsamband undir ÍSF og fevnir um vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og crossfit. Venjing fer fram í ymsu venjingarmiðstøðunum, men Styrkisambandið heldur eisini ætlanirnar um at byggja stórhøll vera rættiliga spennandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2021
23 ára gamla Anna Maria er virkin innan ymiskar ítróttagreinar og hevur eisini stóran áhuga fyri ítrótti í breiðum høpi – hon byrjaði í starvinum 1. desember
ÍSF hevur sett Onnu Mariu Toftegaard í starv sum samskipara á Føroyaleikir 2022.
Anna Maria er 23 ára gomul og ættað úr Fuglafirði. Hon starvast í dag sum leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri, og hetta starvið kemur hon framhaldandi at røkja saman við samskiparastarvinum hjá ÍSF.
Anna Maria hevur altíð verið virkin innan ítrótt og spælir í løtuni fótbólt við 1. deild hjá ÍF og flogbólt hjá 1. deild hjá Fleyr. Anna Maria er tí virkin innan ymiskar ítróttagreinar og hevur eisini stóran áhuga fyri ítrótti í breiðum høpi, skrivar ÍSF á heimasíðuna.
– Í Fuglafirði blóma nógvar ítróttargreinar, og haldi meg hava roynt allar, men serliga er tað fimleikurin, sum hevur fylt mínar dagar, sigur hon.
Seinastu trý árini hevur Anna Maria verið knýtt at Havnar Fimleikafelag, har hon hevur virkað sum venjari í estetiskum kappingarfimleiki, samstundis sum hon hevur verið við í arbeiðinum um, at samskipa fimleikafagnaðin við Havnar Fimleikafelag.
Anna Maria byrjaði í starvinum 1. desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Argentinski bóltsnillingurin vann framman fyri Robert Lewandowski og Jorginho
Argentinski fótbóltssnillingurin Lionel Messi hevur vunnið Balon d’Or heiðurslønina sum heimsins besti mannligi fótbóltsspælari 2021.
Hetta hendi á einum hátíðarhaldi í franska høvuðsstaðnum, Paris, í vikuni.
Polendingurin Robert Lewandowski gjørdist nummar tvey, meðan Jorginho, sum vann Champions League við Chelsea og EM við Italia, gjørdist nummar trý.
Lewandowski kundi ugga seg við at verða valdur til ársins áleypari, sum varð valdur á fyrsta sinni.
Hetta var sjeynda ferðin, at Lionel Messi vann Ballon d’Or. Hetta er tvær ferðir fleiri enn Cristiano Ronaldo, sum hevur vunnið heiðurin næstflest ferðir.
Messi vann eisini heiðurin í 2009, 2010, 2011, 2012, 2015 og 2019.
Í ár hevur hann skotið tilsamans 32 mál og gjørt 12 málgevandi avleveringar í 40 dystum fyri FC Barcelona og Paris Saint-Germain.
Hann hevur í ár verið við til at vinna sponsku steypakappingina við Barcelona og Copa America við Argentina, har hann eisini varð valdur til besta spælara í kappingini.
Liðfelagin hjá Messi í PSG, Gianluigi Donnarumma, varð kosin ársins málmaður, meðan Pedri hjá Barcelona varð kosin besti spælari undir 21 ár.
Hjá kvinnunum var spanska Alexia Putellas hjá FC Barcelona vald til ársins spælara. Í september spældi Putellas á Tórsvølli við spanska landsliðnum, og hon var eisini við til at vinna 12-0 á Føroyum í farnu viku.
Alexia Putellas í dysti fyri Spania á Tórsvølli í september. Til høgru føroyski liðskiparin Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
63-ára gamli týskarin skal vera fyribils venjari restina av kappingarárinum, og skal síðani millum annað vera við til at velja langtíðarloysnina og sniða felagið og liðið frameftir
Skjótt eftir, at Ole Gunnar Solsksjær og Manchester United endaðu samstarvið, varð greitt, at talan fór at vera eina fyribilsloysn í høvuðsvenjarastarvinum restina av kappingarárinum.
Ralf Rangnick var næstan beinanvegin nevndur sum ein møguleiki. 63-ára gamli týskarin hevur í tveimum førum verið venjari hjá Schalke 04, har hann í 2011 vann týsku steypakappingina, og hann var maðurin, ið fekk lítla Hoffenheim upp í Bundesliguna.
Tað mesta av seinastu níggju árunum hevur sambandið við Red Bull verið sterkt. Rangnick gjørdist í 2012 ítróttarstjóri í fótbóltsfeløgunum hjá Red Bull, og hann hevur eisini í tveimum førum verið høvuðsvenjari hjá RB Leipzig. Týska og eysturríkska felagi hava í sín mun staðið seg væl - í fjør segði Ralf Rangnick seg úr starvið, eftir at hann ígjøgnum fleiri lið hevði fingið nógv spennandi nøvn til feløgini.
Í summar tók hann við í leiðslustarvi í Lokomotiv Moskva, men nú vóru boð eftir honum úr Manchester. Har skal Rangnick vera høvuðsvenjari restina av 2021/2022, og síðani skal týskarin halda fram í felagnum í tvey ár sum ráðgevi.
Bretskir miðlar skriva, at "Fótbóltsprofessarin" fer at hava stóra ávirkan á, hvønn veg stórfelagið fer innan millum annað leikhátt og eisini á, hvør verður settur sum venjari til næsta kappingarár og frameftir.
Maðurin, sum hevur verið ein kelda til íblástur fyri venjarar sum Thomas Tuchel og Jürgen Klopp, og sum vil spæla fótbólt við høgum trýsti og nógvum inntensiteti, er nú í Onglandi.
Arbeiðsloyvi hansara er tó ikki komið uppá pláss, skrivar Sky Sports, og tískil stóð Micheal Carrick fyri triðju ferð á odda fyri United hóskvøldið, tá Arsenal vitjaði. United vann dystin 3-2.
Higartil hevur 40-ára gamli fyrrverandi United-leikarin fingið tveir sigrar og ein javnleik. Carrick verður verandi í venjaratoyminum hjá Rangnick, ið møguliga fyri fyrstu ferð verður á síðlinjuni sum Manchester United-venjari í næstu viku, tá seinasti dystur í Champions League bólkaspælinum er á skránni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2021
-
Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, hevur skrivað hesi minningarorðini um Petur Nolsøe, sum andaðist um vikuskiftið:
Gjørdist ikki sørt skakkur tá eg leygardagin, staddur á kajini í Hirtshals, í bíðirøðini til Norrønu fekk deyðsboðini um Petur Nolsø.
Ikki tað, Petur var eingin ársungi, og man visti, at hann seinnu árini ikki var heilt so birgur sum fyrr. Men Petur var ein maður, man lætt gjørdist góður við, tí vóru boðini tung.
Nógv kallaðu Petur fyri Føroya besta sølumann. Og teimum kann eg bara taka undir við! Tær gávurnar vóru viðføddar, men tær vóru eisini nýttar á ein góðan og ofta stuttligan hátt. Tá Petur koyrdi runt og seldi, spurdi hann ikki kundarnar um teir skuldi hava okkurt. Hann spurdi hvussu nógv teir skuldi hava. Men hann gjørdi hetta á ein hátt, har eingin føldi seg snýttan, og øll gjørdist í góðum lag tá Petur kom at vitja.
Hendan sølan vaks ár um ár. Ikki tað, eg havi varhugan av, at hann arbeiddi ikki fyri at ríka seg upp, hetta var bara ein máti hjá honum at kunna gera tað honum dámdi. Hetta at ferðast og vitja fólk. Og so ikki minst, at kunna hava djórini og alt annað hann hevði uppi undir Ternuryggi, tað var hetta Petur livdi fyri. Hann var mitt í verðini, tá hann fekk vitjan og fekk høvið at vísa fólki djórini, stásiligu umstøðurnar og ikki minst savnið, sum er samanbygt við fjósið. Petur var søguglaður maður, serliga bar hann tokka til Napoleon Bonaparte og Nólsoyar Páll, viðhvørt hugsaði eg, at hann í savninum droymdi seg burtur í tíðina teir báðir livdu.
Meini eg var við seinasta felagsríðitúrin Petur var - Hetta eru longu nøkur ár síðani. Poul Mohr var eisini sín seinasta felagstúr tann dagin. Leiðin gekk norður undir Stiðarkoppar, veðrið var frálíkt, kavi, stilli og sól. Og teir báðir garpanir hugnaðu sær óført – Hetta sjálvt um teir, hvør í sínum lagið, vóru argir um at teir skuldu hava hjálp at koma í saðilin. Tá teir vóru komnir upp á rossið, vóru teir tó sum tveir sprelskir unglingar.
Petur var góður við ríðifelagið, sat eisini eitt skiftið í nevndini - Hann spurdi javnan hvussu gekk, og um hvat gekk fyri seg í Havnardali. Men tað kom tó ongantíð uppá tal hjá honum, at hansara ross skuldi út í Havnardal, tey vildi hann hava við hús.
Tá felagshúsið kom upp á sinnið og fyrsta veitslan var hildin har, var Petur sjálvandi við. Felagið var tá spert fíggjarliga. Íløgan í húsini var stór, og til veitsluna var ikki ráð at keypa borðbúnað. So tað var brúkt plastikbestik - Hetta dámdi Peturi lítið, men heldur enn at gera nakað hóvasták, gav hann aftaná veitsluna, felagnum eitt komplett sett av Victorinox borðbúnaði. Soleiðis var Petur - Felagið brúkar enn hetta settið. Rímiligt er fylt uppá síðani, men tað fer altíð at vera gávan frá Peturi, sum vit brúka, tá vit fara til borðs í felagshúsinum.
Petur var so nógv annað enn reið,- og sølumaður. Hann var vágbingur, mentanar,- vertskaps,- og tjóðveldismaður, umframt at vera vinar-, familju-, barnakærur, og so mangt annað, als ikki neyðturviliga í hasari raðfylgju.
Tað er nógv man kundi fortalt um Petur, men eg vil við hesum orðum, vegna Føroya Ríðingarfelag, takka Peturi Nolsø fyri hansara tøk fyri felagið, og mangar góðar løtur, bæði í haga, í álvara og í vertskapi. Samstundis vísa vit við hesum, djúpastu samkenslu til døturnar Anniku, Tinu og Ruth við familju, Katrin og døturnar við familju og øðrum ið stóðu Peturi nær.
Friður verið við minninum um merkismannin og vinin Petur Nolsø.
Brandur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald