Leygardagur 11. desember 2021 | Nr. 50 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 7
SíÐa 2
SíÐa 4
SíÐa 37
SíÐa 34
SíÐa 66
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað eru í ár 115 ár síðani at politiska skipanin á løgtingi býtti seg upp í ein sjálvstýrisvong og ein sambandsvong. Men nú eru tekin um, at aldargamla samanhaldið í Sambandsflokkinum stendur fyri ógvuliga stórum avbjóðingum.
Løgmaður og Sambandsflokkurin standa seg søguligani illa í veljarakanningum. Tað er sjáldsamt, tí vit hava havt búskaparliga framúr góðar tíðir síðan hendan samgongan tók við fyri góðum tveimum árum síðani.
Gamaní hava vit verið herjað av eini farsótt ta mesta av valskeiðinum hjá hesi samgonguni, men tað liggur ikki nøkur sjálvfylgja í, at tað skuldi havt verið til skaða fyri undirtøkuni hjá stjórnarberandi flokkinum – tvørturímóti.
Hinvegin síggja vit alt meira, at stjórnarleiðarar hava fingið undirtøku í tíðum, tá tað hevur verið umráðandi hjá fólkinum at standa saman ímóti útifrákomandi fígginda. Dømini um hetta eru fleiri.
Tað vit síggja nú, er kostnaðurin fyri, at Sambandsflokkurin, sum triðstørsti flokkur eftir valið seinast, satsaði stórt og fór eftir løgmanssessinum. Í dag kann prísurin tykjast heldur stórur, tí – enn einaferð – hevur flokkurin átikið sær leiðaraleiklutin uttan at vera førur fyri at sannføra almenningin um hvat tað er, sum var endamálið hjá flokkinum við at átaka sær hesa leiðsluna.
Fólkaflokkurin, sær sjálvum líkt, dugdi hegnisliga at seta seg á tey ráð – okey, tvey av trimum – har flokkurin hevði eina greiða ætlan um at fáa sín politikk út í lívið og tað skjótt eisini. Triði flokkurin, Miðflokkurin, ið tryggjaði seinastu atkvøðurnar fyri at fáa meiriluta, megnaði hegnisliga at seta seg á tvey týðandi ráð, hóast flokkurin bert fekk tann eina landsstýrissessin.
Eftir situr Sambandsflokkurin við tveimum ráðum umframt løgmanssessinum. Annar landsstýrismaður floksins er longu skiftur út, tí ov lítið kom burturúr, og tað er í dag ein sannroynd, tað sæst í veljarakanning í dag, at løgmaður ikki vinnur fólkatokka fyri sín innsats.
Triði sessur Sambandsfloksins gjørdist ein funnin fressur hjá fyrrverandi løgmanni og floksformanni, sum hevur dugað at vinna sær ágóða av farsóttini. Ja, so skrásikkur tykist hann nú, at hann er farin at senda út politiskar bulletinir á egnum Facebookvanga, sum liggja langt uttan fyri egið málsøki. Fráboðanir, sum bara leggja brenni afturat illgrunanum um, at Sambandsflokkurin er í stórum leiðslutrupulleikum – annars høvdu einstakir limir ikki farið út við so ógvusligum boðskapum í andsøgn við formansskapin.
So Bárður løgmaður verður ikki bara fintaður av Jørgeni og Jenisi, men eisini sínum egnu.
Onkur útmelding skuldi koma frá Sambandsflokkinum, sambært kringvarpinum í gjárkvøldið. Og tá er tað tað etiskt trupla málið hjá samgonguni um sammóðirskap, sum Miðflokkurin hegnisliga hevur gjørt til eitt ultimativt mál fyri at halda samgonguna saman.
Hegnisliga, tí Miðflokkurin veit, at hann her eg á bylgjulongd við stórt sæð allar tinglimir Fólkafloksins, og minst helmingin av tinglimum Sambandsfloksins.
Og tað er eisini her ein partur av trupulleikunum hjá sambandsformanninum liggur. Hóast flokkurin sigur seg vera liberalan, so er tað yvir helmingurin av tingumboðum floksins, sum ikki himprast við at lata seg stýra av átrúnarligari sannføring heldur enn politiskari, og høvdu passað líka væl inn í Miðflokkin, sum Sambandsflokkin, skuldi tað komið til skarpskeringar.
Jú, hegnisliga er telvað ...
Yvir 40 prosent av veljarunum peika á Aksel V. Johannesen sum løgmann – 20 prosent peika á Bárð á Steig Nielsen
Tvífalt so nógvir føroyingar ynskja Aksel V. Johannesen sum løgmann, í mun til tey, ið ynskja núverandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen.
Hetta vísir seinasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Tá Spyr í undanfarnu viku gjørdi veljarakanningina, sum vísti at sitandi samgonga hevði farið nógv aftur, um val var í dag, vóru veljararnir eisini spurdir um hvønn tey halda skal vera løgmaður.
Og sigast má, at tað gongur ikki serliga væl hjá sitandi sambandsløgmanni.
Vit hava við jøvnum millumbili spurt hendan spurningin í veljarakanningunum, og sigast má, at ongantíð fyrr hevur so stór undirtøka verið fyri Akseli sum løgmanni, og heldur ongantíð hevur munurin millum teir báðar løgmanskandidatarnar verið so stórur.
Undan valinum í august 2019 vóru tað um 30 prosent, ið peikaðu á tásitandi løgmann, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Síðani valið hevur undirtøkan fyri Akseli ligið millum 33 og 37 prosent, men í nýggjastu kanningini fór undirtøkan upp um 40 prosent.
Áðrenn seinasta val vóru tað um 20 prosent av veljarunum, ið peikaðu á formann Sambandsfloksins, Bárð á Steig Nielsen. Eftir valið hækkaði undirtøkan fyri manninum, sum tá hevði sett seg í løgmanssessin, tó uttan at hann nakrantíð “hótti” Aksel V. Johannesen í so máta.
Størst undirtøku í veljarakanning hevði Bárður á Steig Nielsen í november í fjør, tá 30,3 prosent peikaðu á sitandi løgmann.
Hetta farna árið er undirtøkan fyri Bárði á Steig Nielsen sostatt minkað við yvir 10 prosentstigum niðu á 20,2 prosentstig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021
Samferðslupakkin hjá landsstýrinum inniheldur eisini ein hækkan av bensinavgjaldinum og vegskattinum og sølu av landskassans partabrøvu í Smyril Line og Tjaldur. Eisini er ætlanin at leggja Strandfaraskip Landsins í partafelag
Samferðsla er ein spurningur um trivnað og trygd fyri landsins borgarar. Tí skal tað gerast smidligari at ferðast í Føroyum.
Hetta er útgangsstøðið í arbeiðinum, sum liggur aftan fyri samfeðslupakkan hjá landsstýrinum, ið varð lagdur fram á kunnandi fundi í Tinganesi fríggjadagin.
Talan er um ein pakka av lógaruppskotum, ið eru borin í tingið. Ikki tí tey neyðturviliga skulu skundast ígjøgnum innan ársskiftið, men av tí at skipaninar kunnu fáa gildi frá 1. januar at rokna.
Í høvuðsheitum snýr tað seg um at loyst tríggjar avbjóðingar:
- Í fyrsta lagi at loysa fløskuhálsin við farmaflutningi um Suðuroyarfjørð.
- Í øðrum lagi at fáa fleiri bilar at brúka nýggja Eysturoyartunnilin
- Og í triðja lagið at sleppa av við gjaldsskipanina í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum, ið eru útgoldnir.
Leiga ella keypa skip - "Hasfjord-loysn"
Kanska longu í næstu viku fæst at vita hvat tað er fyri skip, sum landsstýrið hevur í kvittanum at sigla við farmi millum Suðuroynna og Havnina.
Jørgen Niclasen greiddi á tíðindafundinum frá, at samráðingar hava verið við flutningsfeløgini, sum virka á føroyska marknaðinum, um at hjálpa til við at loysa avbjóðingina, men komið var ikki fram til nakra loysn, serliga tí at júst hesin flutningsmarknaðurin hevur upplivað stóran vøkstur seinastu tíðina.
Men leiga ella keyp av einum skipi er ein møguleiki, sum kann loysa seg - serliga tá sammett verður við, hvat eitt avloysaraskip fyri Smyril kemur at kosta, tá Smyril skjótt skal dokkast í fimm, kanska seks vikur.
- Vit eru í samráðingum um eitt egnað skip til hesa, skulu vit kalla tað Hasfjord-loysnina. Kanska hava vit fingið eina avtalu upp á pláss longu í komandi viku, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum.
Minni í tunnilsgjaldi - meira í bensingjaldi og vegskatti
Viðvíkjandi gjaldinum til undirsjóvartunnlarnar, liggur tað í kortunum, at tað framyvir skal gerast ókeypis at brúka tunnlarnar til Vágar og Norðoyar.
Eisini verður gjørt ein skipan við Eysturoyartunnlin, sum setir eina pendlaraskipan í verk aftur fyri ein árligan stuðul á 7 milliónir krónur.
Sí: Ætlanir um príslækking fyri pendlarar í Eysturoyartunnlinum
Aftur fyri hetta verður ferðaavgjaldsskipanin nú broytt soleiðis, at tað ikki longur verður veittur ferðastuðul fyri tunnilsgjald, men bara fyri kilometrarnar, og bara fyri styttstu leið. So teir bilar, sum framyvir velja at koyra gjøgnum Sundalagið fáa ferðastuðul sambært teininum gjøgnum eysturoyartunnlin, um tað er stytsta leið.
Til at fíggja hesum, er eisini ætlanin at hækka avgjaldið fyri brennievni og at hækka vegskattin fyri persónbilar.
Vegskatturin hækkar 300 krónur pr. persónbil um árið, og avgjaldið á brennievni hækkar 13 oyru fyri liturin.
Skrúvað verður eisini upp á farmagjaldið, so meirinntøkurnar haðani verður 5 milliónir krónur árliga, upplýsti Jørgen Niclasen.
Selja partabrøv
Inntøkurnar og sparingarnar av hesum verða 40 um milliónir krónir árliga, sum verður mett at vera nett tað sama, sum tað fer at kostar at hava eitt nýtt farmaskip í rakstri, umframt stuðulin til eysturoyartunnilin og rakstur av hinum báðum undirsjóvartunnlunum.
Til tess at fíggja veðhaldinum til Eysturoyartunnlini - sum komandi ár væntandi er 35 milliónir krónur - umframt kostnaðin av nýggjum farmaskipi, er ætlanin at selja partabrøvini hjá landskassanum í Pf. Smyril Line og Pf. Tjaldur, ið eru mett at hava eitt virði á 86 milliónir krónur.
Strandferðslan í partafelag
Við í samferðslupakkanum er eisini ætlanin at umskipa Strandfaraskip Landssins í partafelag.
Henda ætlanin er ikki klár enn, men verður framløgd seinni, segði Jørgen Niclasen undir framløguni.
Til tess at fáa hesar skipanir í verk, eru fýra lógaruppskotin borin í løgtingið umframt eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2022.
Einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri á tingi, Kristin Michelsen, hevur verið við í arbeiðinum við samferðslupakkanum, og er tí samdur við samgonguflokkunum at taka undir við uppskotinum.
Hinir andstøðuflokkarnir hava ikki verið við, men sambært Jørgeni Niclasen eru teir kunnaðir um ætlanirnar, og eru positivt sinnaðir fyri uppskotinum.
Hildið verður tí ikki, at tað fara at uppstanda trupulleikar við at fáa samferðslupakkan samtyktan á løgtingi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Frá á nýggjárinum verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin
Fríggjamorgunin legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjar- og samferðslumálum, fram nýggja samferðslupakkan, sum ein arbeiðsbólkur av samgongutinglimum saman við Kristini Michelsen hava verið við til at snikka saman saman við landsstýrinum.
Í pakkanum liggur ein ætlann at gera tað bíligari at ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlarnar.
Ætlanin hjá samgonguni er, at tað nú verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Og tað verður munandi bíligari hjá pendlarum at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin eisini.
Lagt er upp til, at landskassin skal rinda tunnilsfelagnum 7 milliónir krónur árliga fyri at fíggja pendlaraskipanini, sum skal gera tað bíligari at koyra hjá teimum, sum brúka tunnilin nógv.
Skipanin leggur upp til, at tað verður munandi størri avsláttur fyri teir bilar, sum brúka tunnilin meira enn 20 ferðir um mánaðin. Avsláttarskipanin verður tó bert galdandi fyri privatar persónbilar.
Kostnaðurin fyri 40 túrar lækkar, sambært uppskotinum, úr 2.940 krónur niður í 2.100 krónur um mánaðin millum Eysturoynna og Streymoynna og úr 940 niður í 700 krónur tvørtur um fjørðin.
Møguligt verður eisini at keypa sær eitt ársgjald fyri 1.998 krónur um mánaðin norð/suður, 498 krónur tvørturum og 2.398 krónur fyri allar leiðir.
Henda skipanin er treytað av, at ein lógarpakki, sum landsstýrið hevur borið løgtinginum, verður samtyktur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Náttarlívið hevur fingið vissu fyri, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot um ein munagóðan hjálparpakka, verður sagt í felags fráboðan í kvøld
Løgmaður boðaði í hósdagin frá, at matstovur og skinkistøð skuldu lata aftur klokkan 23. Bæði hósdagin og fríggjadagin vóru barreigarar frammi um, at tey ikki ætla at fylgja boðunum fyrr enn at trygd er fyri einum hjálparpakka. Einum hjálparpakka sum er betri enn seinast.
Men beint aftaná klokkan 22 fríggjakvøldið - ein tíma áðrenn skeinkistøðini eftir tilmælinum skulu stongja - kom felags fráboðan frá skeinkistøðunum í Havn og í Klaksvík. Latið varð aftur klokkan 23.
Fráboðanin er soljóðandi:
Skeinkistøðini lata aftur klokkan 23 í kvøld og fara næstu tvær vikurnar at lata aftur kl. 23, soleiðis sum landsstýrið hevur mælt til.
Hetta gera skeinkistøðini, eftir at tey hava fingið trygd frá landsstýrinum fyri, at landsstýrið eftir nýggjár fer at leggja fram uppskot fyri løgtingið um ein munagóðan hjálparpakka til vinnuna fyri, at skeinkistøðini skerja virksemið nógv hesa tíðina, sum vanliga er háárstíð hjá teimum.
Skeinkistøðini boðaðu annars frá, at tey ætlaðu sær ikki at fylgja tilmælinum, tí seinasti hjálparpakkin hjá landinum munaði millum lítið og einki.
Skeinkistøðini hava í koronutíðini havt stongt í fleiri mánaðir og hava mist fleiri milliónir í inntøkum. Tey halda, at tey hava tikið eitt stórt tak í stríðnum ímóti koronusmittuni og vilja framhaldandi gera tað.
Nú hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum greitt skeinkistøðunum meira ítøkiliga frá, hvat nýggi hjálparpakkin inniheldur, og skeinkistøðini eru sinnað at fylgja tilmælinum frá landsstýrinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Politisku flokkarnir skuldu gjørt eina tjóðarsemju um at minka ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null
Stendur tað til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, so verða vit føroyingar meira sjálvbjargnir næstu árini.
- Eg haldi at vit føroyingar skuldu tikið saman hendur og gjøgnum okkara politisku flokkar gjørt eina tjóðarsemju um at minkað ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null, skrivar sambandsmaðurin á Facebook í morgun.
- Eg kann ikki longur hyggja í eyguni á mínum synum og siga at vit skulu hava stuðul úr øðrum landi, eg havi lært teir at verða stoltar og at klára seg sjálvar, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur, at ymsar meiningar eru í Sambandsflokkinum um hetta, og tað er eisini “høgt til loftið og vítt til veggja”, men persónliga heldur hann, at vit eiga at sleppa okkum av við stuðulin úr Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Myndugleikarnir leggja nú nakað afturat undir gula stignum í ferðsluljósskipanini. Mælt verður til, at ikki fleiri enn 100 fólk - við koronupassi - savnast, at jólaborðhald verða avmarkað, og at matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan 23
Her eru tey nýggju tilmælini undir gula stiganum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi á tíðindafundi hósdagin:
- 100 fólk kunnu savnast við koronupassi - 20 fólk uttan
- Frá mikudegnum 15. desember fara øll í fólkaskúlanum í jólaafrí. Hetta er eisini galdandi fyri frítíðarskúlarnar. Seransing og trivnaðartilboð vera tó
- Mæla til at náttarlív og matstovur lata aftur klokkan 23 (landsstýrið fer í hesum sambandi skjótast til ber at bera uppskot um hjálparpakkar í Løgtingið)
- Ikki fleiri enn tjúgu til jólaborðhald og bert fólk, sum til dagliga eru saman, burdu savnast til tað - løgmaður hevur sjálvur útsett jólaborðhaldið á Løgmansskrivstovuni
- Ansa serliga væl eftir, tá farið verður til handils og royn og far til handils, tá væntast kann at ikki so nógv fólk. Hav gjarna munnbind á, og handlarnir skulu syrgja fyri, at spritt er tøkt, og at frástøða kann haldast
Lagt varð afturat, at allir jólagestir - útisetar - eru hjartaliga vælkomnir, men sligið varð fast, at tað er týdningarmikið, at øll sum koma til Føroya eru sera ansin og fara í heimauppihald til svarið frá kanningin á 2. degi fyriliggur. Bárður á Steig Nielsen kundi staðfesta, at fleiri tilmæli møguliga koma, um støðan ikki batnar.
Løgmaður staðfesti beinanvegin á tíðindafundinum, at smittutrýstið í løtuni er ov høgt, og at vandi er fyri at Sjúkrahúsverkið, ið er rakt av nógvum koronutilburðum (omikron), hoknar undir. Tí skulu felags tøk takast, og neyðugt er at smittan verður tálmað.
Fútin, Michael Boolsen, upplýsti eisini, at øll skulu kannast við markið aftur skjótt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Í løtuni verður arbeitt við at seta hetta í gongd aftur skjótast gjørligt, og landið rindar í fyrstu atløgu. Løgmaður segði eisini á tíðindafundinum, at útisetar eru hjartaliga vælkomnir men skulu vísa fyrivarni - fútin vísti á týdningin við munnbundi umborð á flúgvara, í handli o.s.fr
Tað hevur nú í eina tíð ikki verið í gildið, men nú arbeiða myndugleikarnir av øllum alvi við at fáa tað at koyra aftur skjótast gjørligt.
Talan er um koronukanningar til øll við landamørkini, ið bæði landsstýrið og farsóttarnevndin ynskja. So mikið, at landið rindar fyri restina av 2021. Frá 1. januar verður tað aftur hvør einstakur, sum skal gjalda - tó vónandi ein lægri prís enn tað áður hevur verið (390 krónur), segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundinum hósdagin.
Micheal Boolsen, fúti, tosaði millum annað um kanningar við landamørkini og um tað at nýta munnbind (Mynd: Sverri Egholm)
Fútin vísti á, at tað eru í kanningunum á 2. degi, har flestu koronutilburðirnir í samband við ferðing eru "fangaðir", men at tað nú aftur er neyðugt at kanna við komu eisini.
Micheal Boolsen segði eisini, at tað hevur víst seg at munnbind/maska umborð á flogfari, ið fór úr gildi 1. november, eisini hevur sína ávirkan, og hann var eisini meira beinleiðis í mun til løgmann viðvíkjandi tí at nýta verju fyri munn og nøs, tá farið var handils og til tiltøk og ørindi innandyra - hetta hevur ein virkna í mun til at tálma smittuspjaðing, segði hann og heitt staðiliga á fólk um at nýta hetta. Tó vóru ikki ítøkilig tøl viðvíkjandi hesum løgd fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Í svari til Honnu Jensen sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at hann ikki ætlar at tilmæla koronupass longri enn neyðugt, men almennir stovnar og privat feløg hava heimild at krevja koronupass
Við ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum verður koronupass ikki tilmælt, tá talið á tilburðum í miðal seinastu sjey dagarnar fer niður um 15, og sambært seinastu hagtølunum er miðaltalið langt oman fyri 50, og eru vit sostatt framvegis á stig tvey – gulum stigi, har koronupass verður tilmælt.
Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ætlar ikki at tilmæla koronupass longri enn neyðugt. Tað sigur hann í svari til fyrispurning hjá Honnu Jensen úr Framsókn.
Hanna Jensen hevur m.a. spurt løgmann, hvør heimild er fyri at bruka koronupass í samfelagnum, hvat heilsufakligu grundgevingarnar eru fyri at seta koronupassið í gildi, og um nøkur heilsufaklig prógv eru fyri, at koronupassið tálmar smittutrýstinum, har tað er brúkt.
Løgmaður sigur, at heimild er fyri at áseta skilhaldsreglur fyri tey, sum koma á gátt á stovnum hjá lands- ella kommunalu myndugleikunum, og í hesum sambandi kunnu reglur ásetast um at hindra, at smittandi sjúka spjaðir seg. Tí kann ein stovnsleiðari krevja eitt nú koronupass sum treyt fyri at sleppa inn á stovnin.
Hjá privatum feløgum og fyritøkum er hinvegin eingin lógarheimild hjá myndugleikunum at krevja, at tey, sum koma á gátt hjá teimum skulu vísa koronupass. Tað er nakað, sum tey privatu sjálvi gera av. Landsstýrið kann sostatt mæla til, at tey privatu krevja koronupass, men tey hava ikki skyldu at fylgja tilmælunum.
Løgmaður sigur eisini, at tey privatu tó ikki hava heimild at krevja, at ein persónur vísir viðkvæmar upplýsingar sum eitt nú kanningarúrslit, men so hendir ikki annað enn at viðkomandi kann verða noktaður atgongd.
Passið gevur ikki 100 prosent verju
Løgmaður vísir eisini í svari sínum til skriv frá Lars Fodgaard Møller, landslækna, sum sigur, at endamálið við koronupassinum er at minka um vandan fyri, at ein persónur, ið ferðast í samfelagnum, verður smittaður við koronu. Hann ásannar, at passið ikki gevur 100 prosent verju, men tað minkar um vandan.
Tá koronupassið varð sett í gildi í Føroyum var smittutrýstið øgiliga høgt, og endamálið við at seta koronupass í gildi var at forða fyri, at óneyðugt trýst skuldi leggjast á sjúkrahúsverkið.
Landslæknin sigur eisini, at koronupassið er eitt væl roynt amboð í tí mesta av Evropa, og hevur tað verið virkandi til, at samfelagið kann vera opið, samstundis sum at smittutrýstið verður hildið niðri.
Hann sigur tó eisini, at tað ikki hevur verið møguligt at finna vísindalig prógv fyri virknaðinum, men tekin eru um, at koppsett fólk, ið fáa koronu, smitta minni enn ókoppsett fólk, ið fáa koronu.
Tað er, sambært landslæknanum, ikki møguligt at gera av, hvørt ein persónur við negativari PCR-kanning, yngri enn 72 tímar, ella ein persónur, ið er liðugt koppsettur, eru í ymiskum vanda fyri at bera smittuna. Bæði parametur eru tískil javnmett í koronupassinum, sigur hann.
– Einki dómsfordømi er um hetta í Føroym
Hanna Jensen vildi eisini vita, um arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – hava heimild at krevja heilsuupplýsingar frá sínum starvsfólkum sum treyt fyri at møta til arbeiðis ella fyri at fáa arbeiði.
Til hetta svarar løgmaður, at einki er til hindurs fyri, at arbeiðsgevarin og lønmóttakarin á fríum grundarlagi semjast um, at lønmóttakarin vísir koronupass í sambandi við arbeiði. Neyvan er nakað heldur til hindurs fyri, at arbeiðsgevarin umskipar arbeiðið soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lønmóttakaranum at vísa koronupass.
Hvør rættarstøðan er, um lønmóttakarin ikki vil vísa koronupass, og arbeiðsgevarin letur hetta fáa starvsrættarligar avleiðingar, er óvist, ásannar løgmaður. Einki dómsfordømi er um hetta í Føroyum, sigur hann.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Tað hevur ikki eydnast landslæknanum at finna vísindalig prógv fyri tí, sum farsóttarnevndin annars hevur mælt landsstýrinum til at seta í gildi. Hetta skuldi halda smittutrýstinum niðri - eitt smittutrýst sum í mesta mun er blivið størri síðani koronupassið varð sett í gildi
Hanna Jensen setti 22. november eina røð av spurningum til løgmann í einum grein 52 fyrispurningini.
Svarið er komið, og Bárður á Steig Nielsen sigur millum annað, at heimild er at krevja koronupass.
Men eitt annað sum kemur fram í svarinum er, at landslæknin ikki hevur vísindalig prógv fyri virknaðin av koronupassi.
Hanna Jensen spurdi soljóðandi: Eru heilsufaklig prógv um, at koronupassið tálmar smittutrýstinum í samfeløgum, har tað verður nýtt, og er hetta effektivari enn koronukanningar.
Landslæknin sigur í svarinum, sum løgmaður endurgevur, at eitt koronupass er væl roynt amboð í tí mesta av Evropa. Men vísindalig prógv hevur landslæknin ikki fyri virknaðinum, verður upplýst.
- Eitt koronapass er væl roynt amboð í tí mesta av Evropa, og hevur verið viðvirkandi til at samfelagið kann vera opið, samstundis sum smittutrýstið er hildið niðri. Tað hevur ikki verið møguligt at finna vísindalig prógv fyri virknaðinum, eru boðini frá landslæknanum.
- Koronupassið gevur ikki 100 prosent tryggleika fyri at ein persónur ikki smittar, av tí at koppsett eisini kunnu gerast smittaði og bera smittuna, eins og ein persónur við negativari kanning kann bera smittuna eftir kanningin er gjørd. Tekin eru um, at koppsett fólk ið fáa Covid-19, smittað minni, enn ókoppsett fólk, sum fáa Covid-19.
- Tað er ikki møguligt at gera av, hvørt ein persónur við negativari PCR-kanning, yngri enn 72 tímar ella ein persónur, sum er liðugt koppsett, eru í ymiskum vanda fyri at bera smittuna. Bæði parametur eru tískil javnmett í koronapassinum, skrivar landslæknin í svarinum.
Nýggja skipanin við ferðsluljósum kom í gildi 13. november, og hon merkir, at so leingi miðalsmittutalið í sjey dagar er millum 15 og 75 tilburðir um dagin, verður koronapass kravt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Við at fólk í størri mun fer at brúka skundkanningar, kunnu vit minka trýstið á almennu PCR-kanningarnar, ið serliga eru ætlaðar fólki, sum hava serliga grundaðar orsøkir at lata seg kanna fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum
Skundkanningar fyri koronu eru nøktandi sum fyribyrgjandi kanningar at skapa tryggleika, tá ongin ítøkiligur illgruni frammanundan er um smittu. Tað heldur serfrøðin í heilsuverkinum. Mælt verður tó til, at fólk tryggjar sær, at góðskan á skundkanningunum er í lagi, og at tær lúka reglurnar í ES.
Landsstýrismaðurin við heilsumálum mælir nú fólki til í størri mun at brúka skundkanningar at kanna seg fyri covid-19 enn sonevndu PCR-kanningarnar, vit kenna í dag, tá endamálið við kanningini í fyrsta lagi er at skapa tryggleika, uttan at nakar ítøkiligur illgruni um smittu er frammanundan.
Í fleiri førum er ongin sovorðin illgruni ella ábendingar um smittu frammanundan. Fólk lata seg kanna, tí tey vilja tryggja seg. Tey skulu kanska til jólaborðhald ella aðrar samkomur, ella tey eru avvarðandi at fólki á ellisheimi, ella arbeiðsplássið ynskir tað og so framvegis.
Tað er gott, at fólk vilja kanna seg av trygdarávum – bæði fyri egna og annara skyld – men tá eru skundkanningar nøktandi og eitt gott og sera ómakaleyst alternativ. Við at fólk í størri mun fer at brúka skundkanningar, kunnu vit minka trýstið á almennu PCR-kanningarnar, ið serliga eru ætlaðar fólki, sum hava serliga grundaðar orsøkir at lata seg kanna fyri koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.
Meginreglan í føroysku koronu-tilbúgvingini er, at at PCR-kanning eigur at nýtast til kanning av fólki við sjúkueyðkennum, fólki, sum hava verið í tøttum sambandi við annað smittað fólk, fólki, sum eru ávíst av landslæknanum, fólki, sum hava eina positiva skundkanning, og fólki, sum lata seg kanna annan dagin eftir komu til Føroya.
Skundkanningarnar eru ikki eins álítandi og PCR-kanningarnar, men tær verða mettar at vera nóg álítandi at brúka sum tryggleikakanningar. Og so hava tær tann stóra fyrimunin, at fólk kunnu kanna seg sjálv við teimum og fáa úrslitið beinanvegin.
Nýggja tilmælið hjá Heilsumálaráðnum er gjørt í samráð við landslæknan, og bæði farsóttarnevndin og landsapotekarin hava eisini havt tað til ummælis.
Dentur verður lagdur á, at ein skundkanning ikki eigur at verða eldri enn 24 tímar, og mælt verður til at brúka CE-merkta kanningarútgerð. CE-merkið er skjalprógv fyri, at útgerðin lýkur ES-reglurnar fyri medisinska útgerð. Heilsølur og innflytarar av skundkanningum kunnu venda sær til landsapotekaran at fáa ráðgeving í hesum sambandi.
Skundkanningarnar eru ikki ætlaðar at koma í staðin fyri koronupassið, men afturat tí, og reglurnar fyri koronupassið eru óbroyttar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Koronupassið hevur møguliga eggjað nøkrum fólki at koppseta seg. Tað er í sær sjálvum fínt, men eg haldi ikki tað er vert at skerja frælsi hjá fólki, og samstundis at leggja eina eftirlitsmentan niður á okkara fólk, sum ongin okkara dámar, sigur Jaspur Langgaard
Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setur í lesarabrævi spurnartekn við koronapassið. Hann mælir hinvegin til, fólk verða kannað við markið.
- Koronupassið hevur møguliga eggjað nøkrum fólki at vaksinerað seg. Tað er í sær sjálvum fínt, men eg haldi ikki tað er vert at skerja frælsi hjá fólki, og samstundis at leggja eina eftirlitsmentan niður á okkara fólk, sum ongin okkara dámar, skrivar Jaspur Langgaard.
Sambært honum, so fylgja flestu matstovurnar ikki kravinum um koronupass.
- Helst tí, at starvsfólkini ikki tíma hesa uppgávuna. Eisini er tað ivasamt, hvussu nyttugt koronupassið er, skrivar Jaspur Langgaard.
Hann endurtekur eisini tað, sum aðrir politikarar hava verið frammi við, at tað kostar ov nógv at kanna frísk fólk fyri koronu.
- Triðja argumentið ímóti er, at tað kostar sera nógvar pengar fyri landskassan, um alt ov nógv fólk skulu testa seg annan hvønn dag, uttan symptomir og uttan at hava verið í samband við nakran sjúkan.
Tingmaðurin er sannførdur um, at vit eiga at kanna við markið, so vit halda koronu úti av samfelagnum.
- So leingi vit testa við markið, megnað vit rættuliga væl at halda koronu úti av samfelagnum - og tá nakrir fáir sjúkutilburðir komu inn í landi, megnaðu vit eisini væl at steðga tí aftur.
- Nú testa vit bara tey óvaksineraðu, svarandi til umleið 10 prosent av ferðafólkunum - vitandi um, at nógv vaksinerað fólk kunnu bera smittuna við sær, skrivar Jaspur Langgaard.
Lesarabrævið hjá Jaspuri Langgaard kann lesast á lesarin.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Danir, sum eru skeptiskir yvirfyri koppsetingini, hava nú stovnað bólkar á sosialu miðlunum, sum gera tað lættari hjá fólki at koma í sambandi við hvønnannan og smitta hvønnannan við koronu
Á sosialu miðlunum hava fleiri danir, sum eru skeptisk yvirfyri koronukoppsetingini, stovnað bólkar, har fólk kunnu koma í sambandi við hvønnannan fyri at verða smittaðir við koronu. Tað skrivar danski miðilin TV2 Lorry, sum hevur kannað málið og hevur verið í sambandi við fleiri fólk, sum hava roynt at blíva smittað við koronu.
Hesir afturlatnu bólkarnir eru eitt aftursvar til økta trýstið frá heilsumyndugleikunum um at lata seg koppseta.
Heldur enn at lata seg koppseta, royna fólk at blíva smittað við koronu, so tey kunnu fáa eitt koronupass, sum er galdandi í seks mánaðir og sostatt sleppa undan at kanna seg regluliga.
Hetta er tó ikki nakað, sum danska heilsustýrið mælir til, og sambært Jan Pravsgaard Christensen, professara við Institut for Immunologi og Mikrobiologi á universitetinum í Keypmannahavn, er hetta at seta seg sjálvan í óneyðugan vanda.
Hann sigur, at hann veit, at fleiri velja koppseting frá, tí tey stúra fyri hjáárin, men samstundis frámælir hann fólki at lata seg smitta. M.a. vísir hann á, at summi gerast álvarsliga sjúk við koronu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
Omikrom-frábrigdið er meira smittandi, men gevur veikari sjúkueyðkenni
Eitt frábrigdi av koronuvirusinum, ið hevur mildari sjúkueyðkenni, kann vera vegurin út úr heimsfarsóttini.
Tað heldur norski granskarin, Gunnveig Grødeland. Hon stendur á odda fyri einum granskaratoymi á lærda háskúlanum í Oslo, sum er við at kanna munin á omikron- og delta-frábrigdunum.
Fyrstu fráboðanirnar um omikron-frábrigdið, ið varð funnið í farna mánaði, søgdu, at hetta er sera smittandi.
Hinvegin er talið av deyðstilburðum og innleggingum fyribls til ikki at vera so høgt, skrivar NTB-tíðindastovan.
- Eitt koronufrábrigdi, ið spjaðist skjótari og gevur veikari sjúkueyðkenni, er tað besta, vit kunnu vóna, sigur norski granskarin við Stavanger Aftenblad.
Ein slík mutasjón kann, sambært granskaranum, vera tekn um eitt frábrigdi, ið kann virka uttan at samfelagið nýtist at lata aftur.
- Koronavirus fer við tíðini at verða javnsett við vanligt krímvirus. Í verandi løtu sær út til, at ein mutasjón er vegurin burtur úr heimsfarsóttini, sigur Gunnveig Grødeland.
Norska granskaratoymið ætlar eisini at kanna, hvussu omikron-frábrigdið ávirkar vandabólkar, og hvussu koppsetingarevnini verja móti hesum.
Granskarar kring allan heim stríðast í løtuni við at staðfesta, um omikron-frábrigdið er meira smittandi enn onnur frábrigdi.
Bretskir serfrøðingar halda, at vit skulu yvir um ársskiftið áðrenn vit gerast klókari hesum viðvíkjandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Tórshavnar kommuna herðir krøvini til tey ferðandi við býarbussunum
Tórshavnar kommuna avmarkar nú talið av ferðandi við býarbussunum í høvuðsstaðnum til 25.
Hetta kravið kemur oman á kravið um munnbind, sum vað sett í gildi 5. november og kravið um av vísa koronupass fyri at sleppa við bussunum hjá Bussleiðini.
Men tað framgongur ikki í skrivinum hjá kommununi hvussu hesi kvør verða hildin.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður skrivað soleiðis:
Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronupass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið um masku. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna.
Førararnir hava tó heimild at seta krav um masku og at nokta ferðandi uttan masku at ferðast við bussinum. Somuleiðis hava førarar heimild til ikki at taka fleiri ferðandi uppí, tá talið av ferðandi er 25.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Fyri fyrstu ferð hava føroyskir fólkatingslimir samráðst saman um donsku fíggjarlógina, og úrslitið er, at 35 milliónir eru settar av til tríggjar verkætlanir
Stór mál skuldu takast upp við fíggjarmálaráðharran í ár, og tískil gjørdu føroysku fólkatingslimirnir av at fara til samráðingarnar í felag.
Felagssamráðingarnar við Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, hava gingið væl, og úrslitið er, at 30 milliónir krónur nú eru settar av til stórhøllina, Føroya Arena, tríggjar milliónir til nýtt samtak millum ung í ríkisfelagsskapinum og tvær milliónir í eykajáttan til sjósavn og mentanarhúsið í Miðvági.
Føroya Arena
Størsti parturin, 30 milliónir krónur, er oyramerktur til nýggju stórhøllina við Stórutjørn í Hoyvík, Føroya Arena, ið skal hýsa mongum ymiskum ítróttargreinum, landsdystum, altjóða kappingum, mentanartiltøkum og stórfundum, tá hon stendur liðug. Harumframt er ætlanin, at høllin skal hýsa einum fólkaheilsudepli og verða miðdepil fyri landstilbúgvingini, skuldi ein størri vanlukka hent í Føroyum.
Høllin væntast at kunna hýsa 2.700 áskoðarum til eitt nú hondbóltsdystir, meðan upp móti 4.600 gestir kunnu vitja konserttiltøk. Við staðsetingini mitt í landinum hevur meginparturin av føroyingum góðar atkomumøguleikar til høllina.
Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir fólkatingslimir samstarva um slíkar samráðingar, og Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru væl nøgdir við úrslitið.
- Vit hava í langa tíð samstarvað við tey, sum hava arbeitt fyri stórhøllini eins og við Tórshavnar Býráð. Og tað stóð okkum greitt, at skuldi eitt munagott úrslit fáast, máttu vit standa saman um hetta. Vit fegnast sjálvandi um, at tað eydnaðist so væl, siga teir báðir fólkatingslimirnir.
Peningurin er játtaður fyri árini 2022-25, og er treytaður av, at restin av fíggjartørvinum fæst gjøgnum aðrar almennar ella privatar íleggjarar, har Tórshavnar Býráð longu hevur átikið sær ein stóran part av fíggingini. Eydnast ikki at fáa restina av fíggingini upp á pláss, fella tær 30 milliónirnar aftur til statin. Men ein orsøk til, at fólkatingsmenninir hava roynt at fingið statin til at gerast partur av verkætlanini er júst, at tað skal slóða fyri, at aðrir íleggjarar – føroyskir og útlendskir – eisini koma við.
Ungdomssamtak tvørturum landamørkini í Føroyum, Grønlandi og Danmark
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á fólkatingi hava, saman við grønlendska IA og danska felagsskapinum DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) eisini gjørt avtalu um tríggjar milliónir krónur til eina nýggja verkætlan, ið kallast “Ungefællesskaber på tværs af Færøerne, Grønland og Danmark”.
Peningurin fer í eina pulju, har ung í felagsskapum ella skúlaflokkum millum annað kunnu søkja stuðul frá fyri at vitja londini í ríkisfelagsskapinum og harvið fáa sær størri vitan um hvønn annan.
Hetta er ein verkætlan, sum Edmund Joensen hevur arbeitt við í longri tíð og lagt sera stóra orku í, men undir samráðingunum stóðu báðir fólkatingslimirnir saman um ynskið um játtan til verkætlanina.
Sjósavn og mentanarhús í Miðvági
Í fjør gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um seks milliónir krónur til nýtt sjósavn og mentanarhús í Miðvági, sum skal lýsa okkara søgu sum eitt siglandi fólk, men eisini nýtast til mentanarlig tiltøk av ymiskum slag. Orsakað av óvæntaðum trupulleikum og kostnaðarhækkingum var hetta ov lítið. Tí settu Edmund Joensen og Sjúrður Skaale í ár saman fram ynskið um tær tvær milliónirnar, sum restaðu í til at kunna gera verkætlanina til veruleika. Tað eydnaðist.
Føroysku fólkatingslimirnir eru sum heild væl nøgdir við úrslitið av samstarvinum og teimum felags samráðingunum, sum hava verið við donsku stjórnina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Við høllini í Hoyvík sum Tórshavnar kommuna og danska fólkatingið hava játtað pengar til, er høvuðsendamálið hjá bólkinum rokkið. Endamálið var at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann hýsa altjóða landsdystum hjá føroyskum hondbólti
Bólkurin sum hevur arbeitt fyri at fáa eina stórhøll á Strondum upp at standa, hevur slept ætlanini.
Hesum boðar bólkurin frá í vikuni.
Orsøkin er, at stuðul nú er játtaður til stórhøll í Hoyvík. Tórshavnar kommuna og danska fólkatingið hava játtað tilsamans 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík.
- Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann hýsa altjóða landsdystum hjá føroyskum hondbólti. Við høllini í Hoyvík verður endamálið rokkið. Bólkurin heldur, at hann hevur tænt sínum endamáli, tí arbeiðið hjá bólkinum hevur skundað undir tilgongdina at fáa eina stórhøll í Føroyum.
- Við at bólkurin tekur sína umsókn aftur, er lættari hjá fíggjarnevndini hjá løgtinginum at játta neyðuga stuðulin til stórhøll í Hoyvík, stendur í fráboðanini.
Bólkurin sum hevur arbeitt við hesari verkætlan telur Alexandur Johansen, Pól Jákup Poulsen, Hans Jákup Mikkelsen og Eivind Jacobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Nýggj lóg, sum avmarkar møguleikarnar hjá útlendingum at ogna sær hús og jørð í Føroyum, varð samtykt á løgtingi í vikuni
Nú verður møguleikin hjá útlendingum fyri at keypa fastogn í Føroyum munandi avmarkaður.
Løgtingslóg um keyp av fastogn í Føroyum var samtykt í gjár, og við henni verður skarin av persónum, sum kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, minkaður úr 8 milliardum niður í 6 milliónir fólk.
Framyvir kunnu útlendingar bara keypa fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrinum.
Fólk, sum búgva í Føroyum ella áður hava búð í Føroyum í minsta lagi 5 ár, kunnu framvegis keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum.
Tað sama er galdandi fyri danskar ríkisborgarar, sum hava búð í øðrum parti av ríkinum í minsta lagi 5 ár. Endamálið við hesum er at tryggja øðrum ríkisborgarum sama rætt í Føroyum, sum føroyingar hava í hinum pørtunum av ríkinum.
Feløg, sum hava høvuðssæti í Føroyum, hava eisini møguleika at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Endamálið við hesum er at tryggja, at felagið verður stýrt úr Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
53.613 fólk búðu í Føroyum 1. november
Vit gerast fleiri og fleiri í Føroyum. Samanborið við somu tíð í fjør er talið vaksið við 810 fólkum. Hetta er ein vøkstur uppá 1,5 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á 542.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Í Streymoynni og Eysturoynni vaks fólkatalið mest í við ávikavist 1,8 prosentum og 1,9 prosentum. Samanlagt svarar tað til 84 prosent av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið.
Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8 prosentum seinasta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Myndir sum meira ella minni ikki hava verið tøkar hjá almenninginum, eru nú lagdar á eitt netsavn. Í savninum eru myndir heilt aftur í 1844
Fyri fyrstu ferð fær almenningurin atgongd til ein part av privata myndasavninum hjá danska Kongshúsinum. Talan er um 10.000 myndir sum eru lagdar út á eina heimasíðu.
Áður hevur verið neyðugt við loyvi fyri at síggja tær 50.000 myndirnar, sum eru í savninum, men nú eru 10.000 av teimum tøkar hjá øllum at hyggja eftir.
Við at leita upp á “Færøerne” á heimasíðuni síggjast myndir eitt nú frá einari ferð hjá Fríðriki áttanda kongi í 1907. Eisini er ein panorama mynd úr Havn, tikin av Vaglinum.
Í leinkjuni her leita vit eftir "Færøerne", men nógvar av myndunum eru úr Íslandi.
1907 (Mynd: Den Kongelige Fotografisamling)
1860 (Mynd: Den Kongelige Fotografisamling)
1860 (Mynd: Den Kongelige Fotografisamling)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Johanna Petersen tók við starvinum 1. desember
Tað legst aftrat við serlæknum í føstum størvum í Sjúkrahúsverkinum. Tann 1. desember tók Johanna Petersen við sum yvirlækni í medicinskum maga-tarm og livrasjúkum á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Johanna tók embætisprógv sum lækni á Syddansk Universitet í Odense í 2008. Hon hevur verið í KBU og í introstarvið á Svendborg sjúkrahúsið. Serlæknaútbúgvingin hevur verið á Sygehus Lillebælt í Vejle og á Odense Universitetshospitali.
Í 2017 vardi Johanna sína PhD verkætlan undir heitinum “Fyribyrging av bløðandi magasárið í almenn praksis”. Hetta var ein tvørfaglig verkætlan millum medisinsku maga-tarm-deildina á Odense Universitetshospitali og granskingareindina hjá kommunulæknunum í Odense.
Nú Johanna Petersen hevur tikið við føstum starvi, eru tveir serlæknar í maga- tarm og livrasjúkum á Landssjúkrahúsum. Tað fer at gera góðan mun, tí í mong ár hevur einans verið ein gastroenterologur í føstum starvi í Føroyum, skrivar Sjúkrahúsverkið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Tóri Højgaard er 36 ár og løgfrøðingur
Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.
Hann er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.
Hann hevur seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann seinasta árið hevur arbeitt nógv við dátuvernd og kunningartøkni.
Tóri hevur eisini royndir úr privatu vinnuni og sum miðlafólk.
Tóri Højgaard tekur við starvinum 1. februar 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
– Parasport Føroyar skapar møguleikar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt og eggjar teimum at fáa góðar vanar. Hetta eru ung, sum ikki altíð natúrliga íðka, men við góðari ráðgeving, vegleiðing og motivatión er felagið virkið við góðum íðkarum
Síðsta fríggjadag varð fólkaheilsuráðstevnan, "Hvussu hevur tú tað, barn?" hildin í Kongshøll í Havn, og í hesum sambandi varð ársins Fólkaheilsuvirðisløn eisini latin.
Í ár skuldi hon latast onkrum, sum hevur gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum, og fríggjadagin var tað Parasport Føroyar, sum fekk handað Fólkaheilsuvirðislønina 2021 frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni.
Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar, tók ímóti heiðrinum.
– Parasport Føroyar skapar møguleikar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt og eggjar teimum at fáa góðar vanar. Hetta eru ung, sum ikki altíð natúrliga íðka, men við góðari ráðgeving, vegleiðing og motivatión er felagið virkið við góðum íðkarum, var grundgevingin hjá Fólkaheilsuráðnum.
– Við hesi fólkaheilsuvirðisløn eru vit við til at varpa ljós á arbeiðið hjá Parasport Føroyar, soleiðis at enn fleiri gerast varug við, at ung, ið bera brek, eins og øll onnur, kunnu vera við. Øll eiga at fáa møguleikan at íðka og at hava eitt virkið lív við sunnari rørslu, sigur Fólkaheilsuráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
Føroyar og Noreg eru komin ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2022
Føroyar og Noreg komu í vikuni ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2022. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað fyri at varðveita núverandi støði í avtaluni.
Londini bæði vóru tí samd um, at býtið av kvotum landanna millum í 2022 verður at kalla tað sama, sum tað hevur verið í ár.
Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2022 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur í mun til 2021.
Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 verða tillagaðar nakað. Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, hetta er ein hækking á 500 tons. Hinvegin lækkar kvotan av brosmu 500 tons, og verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður óbroytt 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.
Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.790 tons av toski og 200 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Hetta eru 360 tons minni enn í ár. Norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi lækkar við 2.880 tonsum og verður 31.920 tons í 2022.
Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Útbyggingarætlanirnar hjá The Scottish Salmon Company fáa íløguhjálp frá skotsku stjórnini
Bakkafrost fær nú almennan fíggjarligan stuðul í ætlaðu útbyggingini av smoltstøðunum í Skotlandi.
Í vikinu bóru skotskir miðlar tíðindini um, at almenni menningargrunnurin Higlands and Islands Enterprise, HIE, hevur játtað tríggjar milliónir pund, og skotska fiskimálaráðið, Marine Scotland, hevur játtað tvær milliónir til felagið hjá Bakkafrost, The Scottish Salmon Company, SSC.
Tilsamans fimm milliónir pund, svarandi til næstan 44 milliónir í okkara krónum.
Harvið fær Bakkafrost eitt slag av almennum góðkenningarstempli fyri ætlanini um stórar útbyggingar av smoltstøðunum hjá felagnum, har endamálið er at ala smoltini uppi á landi til tey náa 500 gramm í vekt í miðal, og harvið eru meira lívsseig og mótstøðufør móti eitt nú lús, tá tey verða slept á sjógv.
Skotska ráðkvinnan fyri oyggjarnar og útjaðaran, Mairi Gougeon, sigur millum annað soleiðis við miðilin The Fish Site:
- Henda íløgan vísir okkara lyfti um at fremja burðardygga menning í alivinnuni. Eg fegnist yvir nýggju tiltøkini, sum The Scottish Salmon Company hevur sett í verk, síðan Bakkafrost tók yvir og felagið fekk nýggja leiðslu.
- Laksur er ein ikonisk skotsk vøre, er ein kelda til føðslurík, heimadyrkað protein við lágum kolevnisinnihaldi til bæði heimamarknaðin og útflutnings. Hetta er ein týðandi partur í okkara grønu endurmenning.
Umleið 600 fólk starvast hjá The Scottish Salmon Company, býtt á 60 ymisk arbeiðsstøð á skotsku vesturstrondini og oyggjunum.
Bakkafrost, sum keypti skotska felagið í 2019, er nú farið undir at útbyggja fyri 50 milliónir pund í Skotlandi.
Stjórin hjá The Scottish Salmon Company, Ian Laister, sigur soleiðis við The Fish Site:
- Vit fegnast um at fáa henda munadygga stuðulin frá HIE og Marine Scotland, sum fer at skapa fleiri arbeiðspláss og stuðla undir búskapin í útjaðaranum.
- Okkara smoltstøð í Applecross (ein býður við vesturstrond Skotlands, -red.) verður væntandi fult útbygd í 2023, og verður tann størsta av sínum slag í Skotlandi, og ætlanir eru at útbyggja tvær slíkar støðir afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Eftir tjúgu ár í vinnu er tvíkiljan høvuðsumvæld á Mest í Havn, og er nú sum nýggj
Tvíkiljan Stangarnes, sum hevur verið hart roynd í 20 ár, hevur verið til høvuðsumvælingar á Mest, so hon nú er sum nýggj.
Arbeiðið er framt innandura í høllini hjá Mest í Havn í tíðarskeiðnum mai til desember í ár. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Bakkafrost og fevnir m.a. um at nógv stál er skift yvir og undir dekki, sandblásing innan og uttan, metalisering uttan, málað 3 ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks, nýggjar motorar, nýggjan krana, nýtt manningarrúm, nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor og at øll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan.
Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrost fær nú í roynd og veru eina "nýggja" tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð.
Myndirnar vísa hvussu Stangarnes sá út frammanundan og nú hon er sjósett aftur og fer til rakstur í Suðuroynni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Nettosølan var 5,2 prosent hægri enn í fjør, men ársúrslitið gjørdist eitt vet lægri enn árið fyri
Ein av gomlu familjufyritøkunum í Havn er Pf. Poul Hansen, sum byrjaði sítt virskemið í 1927. Tað var Poul Hansen, sum við umboði fyri enskt tubbak og nakrar fáar kolonialvørur, legði lunnar undir stóra heilsøluvirksemið og matvøruhandlarnar, sum felagið í dag rekur.
Harumframt eigur og rekur Pf. Poul Hansen matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík, umframt at felagið eisini er partaeigari í fleiri føroyskum fyritøkum.
Roknskapurin 2020 vísur, at nettosølan gjørdist 336,9 milliónir krónur móti 320,2 milliónum krónum í 2019. Vøksturin í søluni var tískil 5,2 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, eisini nevnt ebidta, var 14,0 milliónir krónur, sammett við 10,5 milliónir krónir í 2019, sum er ein vøkstur á 33 prosent.
Ársúrslitið í 2020 gjørdist eitt avlop á 8,9 milliónir krónur sammett við 9,3 milliónir krónur í 2019.
Fíggjarjavnin hjá Pf. Poul Hansen er øktur úr 280,3 milliónir krónur í 2019 til 301,7 mió.kr. í 2020. Ein vøkstur á 7,7 prosent.
Støðisognirnar eru øktar úr 188,3 milliónum krónum í 2019 til 218,2 milliónir í 2020, har tað serliga er materiel støðisogn, sum er vaksin við 29 milliónum krónum. Sambært roknskapinum er íløga gjørd í bygning.
Pf. Poul Hansen er sera væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2020 er 237,8 milliónir krónur. Trygdarevnið er tískil 78,9 prosent, sum verður roknað at verða sera gott.
Felagið hevur økt um sína langfreiðstaðu skuld við 13,4 milliónum krónum í 2020, har felagið í 2019 onga langfreiðstaða skuld hevði. Stuttfreistaða skuldin er økt úr 40,7 milliónum í 2019 til 53,2 milliónir krónur í 2020.
Høvuðspartaeigari í Pf. Poul Hansen er, sambært roknskapinum, Høgni Hansen.
Stjóri er Høgni Hansen og nevndarformaður er Bjarne Pedersen.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
5. og 6. mai verður ”Closed for maintenance" hjá Visit Faroe Islands á skránni kring landið, har møguleiki er at hava ymsar verkætlanir fyri at fremja neyðugar ábøtur
- Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum, so viðurskiftini eru so væl skipað sum til ber.
Soleiðis skrivar Visit Faroe Islands í samband við at átakið ”Closed for maintenance – Open for voluntourism” verður kunngjørt. Seinastu árini hevur ”Closed for maintenance" verið eitt vælumtókt átak, og aftur hesaferð fáa øll øki í landinum javnbjóðis møguleika at luttaka í tí. Hetta verður lagt til rættis á tann hátt, at kommunur og kunningarstovur skulu senda inn uppskot til egnar verkætlanir í samband við “Closed for maintenance”, sum í 2022 verður í mai mánaða
- Eins og undanfarin ár er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit fara at bjóða 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Umframt allar fyriskiparar, arbeiðsformenn o.a., fáa 40 sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av bæði føroyingum og útlendingum.
Her er ein í gongd í Trongisvági (Mynd: Visit Faroe Islands)
Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og logi, og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjir veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.
Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er 21. januar 2022. Arbeiðsdagarnir eru 5. og 6. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Arbeiðið hevur gingið væl, men tað hevur verið tarnað av koronu og nógva kavanum, sum lá síðsta vetur, sigur Kvívíkar kommuna, sum væntar, at næsta byggistig verður klárt at bjóða út í vár
Í desember í fjør varð sáttmálin millum Kvívíkar kommunu og Sp/f Grettir undirskrivaður, og fyrsti spakin til ellisheimið í Leynum varð settur í.
Lendisarbeiðið fór í gongd fyrst í hesum árinum, og skuldi tað eftir ætlan verið liðugt á sumri í ár.
Kvívíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið hevur gingið væl, men at tað hevur verið tarnað av koronu og nógva kavanum, sum lá síðsta vetur.
Arbeiðið er væl frágingið og varð avhendað uttan manglar 1. desember. Kommunan væntar, at útbjóðing av næsta byggistigið, sum er sjálvur bygningurin, er klárt at bjóða út tíðliga í vár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Elcon, SMJ og MT Højgaard hava staðið fyri arbeiðnum inni í nýggja Fuglfjarðar skúla. Seinastu manglarnir skulu nú gerast, so at skúlin kann takast í nýtslu fyrst í komandi ári.
Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafirði samtykti at lata byggja í 2016, er komin so mikið væl áleiðis, at arbeiðið innandura kundi avhendast hósdagin 9. desember 2021, og fyrst í komandi ári kann skúlin takast í nýtslu.
Fyrst skal bygningurin tó gjøgnumgangast, og seinastu manglarnir skulu gerast. Síðani verða skipanir tillagaðar, skúlin reingjørdur, og innbúgv og útgerð gjørt klárt. Enn manglar nakað av arbeiðið uttandura, og nógv verður lagt fyri at fáa arbeiðið liðugt fyrst í komandi ári, skrivar Fuglfjarðar kommuna á heimasíðu sínari.
Tað eru Elcon, SMJ og MT Højgaard, ið hava staðið fyri arbeiðnum.
- Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við 2. byggistig sum umfatar 64 skúlan. Skúlin er bygdur í 1964 og treingir til at verða dagførdur, bæði innan og uttan. Ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig verður gjørt og verður tað Fuglafjarðar kommuna, sum stendur fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.
Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan fyrst í komandi ári, tá hátíðarhald og vígsla verður, skrivar fuglafjordur.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Vil at løgfrøðiliga kanning av hvør hevur eftirlitsmyndugleikan í sambandi við larm frá skipum
Umhvørvisstovan og felagið Heimafriður eru ikki samd um, hvør tað er, sum hevur eftirlitsmyndugleikan, tá tað ræður um skip, sum eru til ampa fyri borgarar orsaka av larmi.
Felagið Heimafriður heldur, at tað er Umhvørvisstovan, meðan Umhvørvisstovan heldur, at tað er viðkomandi kommuna.
Felagið Heimafriður hevur tí sett sær fyri, at fáa ein løgfrøðing at gera eina greining av hesum ivaspurningi.
Av tí at tað kostar at fáa eina slíka kanning gjørda, leitar felagið nú eftir fólkum, feløgum og fyritøkum, sum eru sinnað at stuðla felagnum fíggjarliga.
Lesið meira á lesarin.fo: Óvissa um eftirlitsmyndugleikan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu filmskappingina hjá Námi um heimsmálini
Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu filmskappingina hjá Námi um heimsmálini. Tað varð avdúkað í Havnar Bio í vikuni.
Eyðun Gaard handaði flokkinum tær 30.000 krónurnar, sum dómsnevndini hevði mælt til. Formaður í dómsnevndini, sum telur fimm fólk, er Árni Øregaard.
Um vinnaran segði dómsnevndin soleiðis:
"Vinnandi filmurin byrjar við eini upptakt, ella anslagi, har ljóðið verður tvinnað saman við nøkrum fremmandum, so vit eru á varhaldi. Tí ein dissonansur er komin í.
Tá so kvinnuligi høvuðsleikarin verður hildin upp móti mannfólkarøddini, sum er innaru orðingarnar og tankarnir, og bendingarnar harafturat skifta millum kallkyn og kvennkyn, skilja vit, at hetta er eitt floksavrik.
Ytra skapið er væl frágingið.
Fagurfrøðiliga, estetiskt, eru næmingarnir so væl vandnir, at tá vit síggja eina vatnfløsku á vesinum, er eingin órógvandi etikett. Alt er hugsað í reinum flatum. Betong-trappurnar og nógvu gongirnar í skúlanum eru brúktar við fynd at lýsa sinnisligu støðuna hjá høvuðsleikaranum. Eisini tá hon einsmøll fer oman í ósan at rópa mitt í heimstaðnum.
Tá truplaða gentan brýtur við myrkrið og velur ljósið, skiftir tónleikurin samsvarandi tónaslag og huglag.
Vinnari í stuttfilmskappingini hjá Námi um Heimsmálini við høvuðsdenti á trivna og sálarheilsu fyri øll er filmurin: ”Neisøgni til vælvildu” frá Tekniska skúla í Klaksvík T1A.
Til lukku tit øll,” segði Eyðun Gaard og handaði næmingunum vinningin.
Lærari er Magni Husgaard, og Heidi Gregersen og Karin Kirke Petersen hava verið inn yvir evnið.
Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen. Upplesari er Magnus H. í Hjøllum og tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sigurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt. Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað.
Filmskappingin um heimsmálini heldur fram næsta ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Sunnukvøldið klokkan 19 skipar Barnabati fyri árligu jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki. Tað er skipað sum sjónvarpssending og verður víst í Kringvarpinum
Sunnukvøldið klokkan 19 skipar Barnabati fyri árligu jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki.
Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni í Havn.
Konsertin er skipað sum ein sjónvarpssending og verður víst í Kringvarpinum.
Talan er um eina stuðulskonsert fyri Í Menniskjum Góður Tokki, sum í hesum døgum letur sperdum barnafamiljum jólahjálp.
Við á konsertini eru nógvir kendir tónleikarar. Á skránni eru m.a. Tina Mellemgaard, Jón Aldará, Jens Marni Hansen, Horse, Sanna Bæk Hoydal, Guðrun Sólja Jacobsen og ymisk kór frá Musikkskúlanum við Sigrið Sivertsen sum kórleiðara.
Miðskeiðis í konsertini fara Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata, og Sigrið Sivertsen at hugleiða um jólakonsertina og hugtakið Í Menniskjum Góður Tokki.
Eisini verður avdúkað, hvussu nógvur peningur kom inn til sjálvbodna arbeiðið hjá Stephanie Trónd Larsdóttir “Loppumarknaðurin hjá Stephanie”, sum var í Finsen í oktobur mánaði. Allur peningurin fer óskerdur til Í Menniskjum Góður Tokki.
Djóni Ejdesgaard, aðalskrivari í Barnabata, vónar, at fólk fara at seta seg afturá og njóta eina hugnaliga løtu, tá árliga jólakonsertin fer av bakkastokki sunnukvøldið. Samstundis er hetta kvøldið, har vit øll kunnu stuðla barnafamiljum í Føroyum, sum liva í fátækraváða.
Aðalskrivarin takkar hjartaliga fyri tey tiltøk, ið einstaklingar og felagsskapir kring landið hava skipað fyri í seinastuni til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Talan er um ágóðan av Ólavsøkuframsýningini hjá Lions í Mullers Pakkhúsi. KFUK-skótarnir í høvuðsstaðnum, ið hava ein vaksandi skótabólk, ætla at nýta stuðulin til eina spennandi verkætlan á Langasandi, har tær eiga eitt skótahús.
Á samkomu hjá Lions Club Tórshavn herfyri, fingu umboð fyri KFUK-skótarnar í Havn handað ágóðan av Ólavsøkuframsýningini hjá Lions í Mullers Pakkhúsi. Hetta er ein árlig afturvendandi søluframsýning av listaverkum, har ágóðin á hvørjum ári fer til okkurt almannagagnligt endamál.
Í ár var ágóðin á 120.000 kr. latin KFUK-skótunum í Havn, sum í mong ár hava gjørt eitt fyrimyndarliga gott barna- og ungdómsarbeiði. Havnar KFUK skótar eru ein skótabólkur við væl yvir 100 limum. Spírur, títlingar, skótar og ungdómsskótar eita bólkarnir, har limirnir eru í aldrinum 6-16 ár, umframt leiðarar í aldrinum 16 ár og eldri.
KFUK-skótarnir ætla at nýta stuðulin til eina spennandi verkætlan á Langasandi, har tær eiga eitt skótahús. Av tí at skótabólkurin hjá KFUK er vaksin nógv seinnu árini, hevur ikki verið rúm fyri so nógvum teirra á skótadeplinum á Langasandi. Tí er ætlanin at útbyggja depilin og uttandurðaøkið rundanum skótahúsini m.a. við skýlum, bálplássi, sitiplássum v.m, so gjørligt verður at fara á legu á Langasandi, eisini við størri skótaliðum.
Lions Club Tórshavn takkar KFUK-skótunum fyri teirra stóra og týdningarmikla arbeiði fyri børnum og ungum, og ynskja teimum samstundis góða eydnu við hesi spennandi verkætlan. Samstundis vil Lions Tórshavn nýta høvið at takka øllum, ið so ella so vóru við til at stuðla Ólavsøkuframsýningini í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Páll Reinert heiðraður fyri trúgva tænastu í Kaldbaks kirkju
Farna sunnudag, 2. sunnudag í adveng, vóru bæði bispur og báðir sóknarprestarnir í Suðurstreymoyar norðrara prestagjaldi savnaðir til gudstænastu í Kalsbaks kirkju.
Orsøkin til fínu vitjanina var at heiðra dekninum í kirkjuni, Páll Reinert, fyri trúgva tænastu.
Tað er í ár 40 ár síðan Páll Reinert byrjaði sum deknur í Kaldbaks kirkju.
Frá vinstru, Jógvan Fríðriksson, bispur, Bergtórur Bjarkhamar, Páll Reinert og Theodor Eli Dam (Mynd: Sigmund Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Talan er um ein prýðislut úr gulli frá víkingatíð, framleiddur við Miðjararhavið
30. apríl í ár kom ein óvanligur gripur til sjóndar í eini nýpløddum jarðarstykki við býin Bøvling í Vesturjútlandi.
Talan er um ein gulloyrnaring við emalju frá víkingatíð. Bert 10 til 12 slíkir gripir eru til frammanundan, og aldri fyrr er slíkir gripur funnin í Norðurlondum, skrivar Ritzau.
Tað var Frants Fugl Vestergaard, ið fann gripin, við hjálp av einum sokallaðum metaldetektori.
- Hetta var sum at fáa eini túsund ára gomul sms-boð, hevur 54 ára gamli danin sagt.
Oyrnaringurin er mettur at vera túsund ára gamal. Framleiddur í táverandi Byzans (núverandi Istambul, -red.) ella í Egyptalandi.
Prýðislutir av hesum slag kundu ikki keypast, men teir vórðu givnir sum gávur frá keisarum og kongum.
Eitt ástøði er, at ein víkingur, sum kanska hevur verið leiguhermaður í lívverjuliðinum hjá keisaranum í Byzantiska Ríkinum, kann hava fingið oyrnaringin sum gáva frá keisaranum.
Sjálvur heldur Frants Fugl Vestergaard tað vera ótrúligt, at hesin prýðislutur hevur yvirlivað í moldini í so góðum standi. Talan er um eitt jarðarstykki, ið plógvin hevur vent túsund ferðir.
Frants Fugl Vestergaard hevur leitað við detektori í tíggju ár, og var tí beinanvegin greiður yvir, at talan var um einn óvanligan finning.
Síðani finningin er staðið kannað væl og virðiliga – tó uttan at nakað annað spennandi er komið undan kavi.
Tí virkar tað ógvuliga undarligt, at luturin er endaður júst har. Bøvling hevur ongantíð verið nakar stórstaður, staðfestir maðurin, ið fann lutin.
Oyrnaringurin upplivast á danska Tjóðarsavninum í sambandi við eina víkingaframsýning har, sum snýr seg um víkingaferðirnar til Miðeysturs, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
Umhvørvisstovan hevur longt loyvið fyri verkætlanini í Vestmannasundi
Royndarverkætlanin við framleiðslu av ravmagni við tveimum sveimandi orkuverkum – drekum – í Vestmannasundi, er longd til 28. februar 2025.
Umhvørvisstovan skrivar, at hon hevur góðkent eina umsókn frá Sev um at leingja tíðina til royndarverkætlanina.
Royndarverkætlanin í Vestmannasundi verður gjørd í samstarvi við svensku fyritøkuna Minesto, sum hevur ment og framleitt teir báðar drekarnar, sum nú liggja í Vestmannasundi og framleiða ravmagn.
Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina fyri royndarverkætlanina við sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi 31. mars 2020, við ávísum treytum. Talan var um eina royndarverkætlan uppá í mesta lagi tvey ár. SEV søkti um fáa longt tíðina til royndarverkætlanina, tí at tað hevði gingið nakað striltið at koma í gongd, umframt at korona hevði gjørt at royndararbeiði var styttri enn upprunaliga ætla. SEV vildi eisini fáa samskipa øll loyvi og góðkenningar til verkætlanina.
Treytirnar, sum vórðu settar í góðkenningini av umhvørvisárinsmetingini, eru galdandi fyri longda tíðarskeiðið, og hevur Umhvørvisstovan lagt eina treyt aftrat um, at SEV á hvørjum ári skal senda Umhvørvisstovuni eina dagførda frágreiðing um tær kanningar, sum eru gjørdar í Vestmannasundi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
- Vit ætla at halda fram við útbygging av Cambo oljukelduni, hóast Shell hevur tikið seg aftur. Hon hevur alt ov stóran týdning til at verða steðgað nú
Orðini eigur stjórin í oljufelagnum Siccar Point Energy, Jonathan Roger. Og tey koma stutt eftir, at Shell gjørdi av at taka seg aftur úr útbyggingarverkætlanini av Cambo.
Hann er sjálvandi vónsvikin av, at oljufelagið Shell brádliga broytti hugsan, og valdi at taka seg úr hesi stóru og nýggjastu oljuverkætlanini á bretska landgrunninum. Men hann er onga løtu í iva um, at Cambo hevur ikki bert týdning fyri tey mongu arbeiðsplássini og fyri veitingartrygdina hjá Bretlandi.
Henda stóra olju- og gasskeldan skamt frá føroyska markinum kann eisini hava stóran týdning fyri grøna orkuskiftið, tí hon kann vera við til at tryggja, at Bretland ikki nýtist at skula innflyta olju og gass í næstu framtíð.
Síðani Shell í farnu viku boðaði frá, at tað tekur seg úr verkætlanini at útbyggja Cambo, hevur verið hvast orðaskifti í bretsku miðlunum fyri og ímóti útbyggingini. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir eru ovurfegin, tí tey síggja brádligu kúvendingina hjá Shell at fara úr Cambo verkætlanini sum ein stórsigur í teirra stríði ímóti øllum nýggjum oljuútbyggingum. Og tey dylja heldur ikki fyri, at hetta er bara byrjanin til endan á olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
Hinumegin finna vit so umboð fyri bæði vinnuna og politisku skipanina, sum halda avgerðina hjá Shell vera eitt stórt afturstig fyri Bretland, nú landinum fer at tørva bæði olju og gass í tíggjutals ár aftrat.
Útbygging av nýggjum oljukeldum skuldi nøkta henda tørv, so slapst undan at skula innflyta olju úr øðrum londum. Eisini vil tað vera við til at varðveita mongu arbeiðsplássini í bretsku olju- og gassvinnuni.
Hóast tað verður mett sum eitt stórt bakkast, at eitt so stórt oljufelag sum Shell vendir Cambo bakið, so meta greinarar, at áhugin hjá privatum íleggjarum fer at vera til steðar at halda fram við verkætlanini. Og hesum ivast stjórin í fyristøðufelagnum Siccar Point heldur ikki í, tí talan er um eina góða verkætlan. Felagið roynir nú at eggja øðrum feløgum at avloysa Shell við tí vón, at bretskir orkumyndugleikar fara at geva útbyggingini grønt ljós, tá avtornar.
Bíðað hevur verið eftir eini avgerð frá myndugleikanum OGA (Oil and Gas Authority) í eina tíð um at játta loyvi til útbygging. At henda avgerð enn ikki er komin verður hildið at hava nakað at gera við COP26 og stóru mótstøðuna millum umhvørvisfelagsskapir og politikarar móti verkætlanini. Seinastu tíðindini vilja tó vera við, at svar til umsóknina fer helst at koma um nakrar fáar vikur.
Soleiðis fer framleiðslupallurin á Cambo oljuleiðini at síggja út.
Vónirnar hjá mótstøðufólkunum eru, at avgerðin hjá Shell fer at hava eina sonevndar domino-effekt, soleiðis at onnur oljufeløg fara at endurskoða aðrar útbyggingar, sum eru um at verða klárar til endaliga støðutakan. Harumframt at myndugleikarnir fara at seta somikið strong umhvørviskrøv til oljufeløgini fyri bæði at útbyggja og leita, at tey rætt og slætt velja at gevast við sínum ætlanum, tí hesar verða nógv dýrari vegna herdu krøvini í sambandi við veðurlagsbroytingarnar og royndirnar at minka um CO2 útlátið.
Hinvegin vóna tey í vinnuni og aðrir politikarar, at OGA skjótt fer at geva grønt ljós til Cambo, og at tað tá skal kunna tryggja, at eisini fleiri aðrar verkætlanir verða góðkendar. Flestu av umrøddu útbyggingum eru millum Hetland og Føroyar.
Stóru bløðini í Bretlandi eru eisini sera ójøvn á máli í spurninginum, um loyvi skal verða givið til nýggjar útbyggingar av olju- og gasskeldum. Og teirra millum eru m.a. The Guardian og The Daily Mail, tvey av teimum størstu bløðunum í Bretlandi.
Í oddagreinum mæla tey antin til at geva loyvi ella lata vera. The Guardian, sum leingi hevur gingið á odda í veðurlagsstríðnum og ímóti olju- og gassfeløgunum, fegnast um avgerðina hjá Shell og mælir myndugleikunum til at seta endaligt punktum fyri nýggjum útbyggingum og leiting. Harafturímóti heldur The Daily Mail, sum er størsta blaðið í Bretlandi, at tað verður einki minni enn ein vanlukka fyri Bretland, um ikki loyvi verða givin til nýggja framleiðslu. Blaðið ávarar um, at talan kann verða um risastór endurgjaldskrøv, verða umsóknir frá feløgum vístar aftur. Eisini fer tað at fáa óhepnar avleiðingar fyri bæði arbeiðsplássini og fyri veitingartrygdina hjá Bretlandi.
Møguliga verður tað hetta framleiðsluskipið, sum Equinor fer at brúka, tá møguliga útbygging av Rosebank oljukelduni er liðug um nøkur ár.
Granskarar við lærda háskúlan í Aberdeen halda avgerðina hjá Shell vera eitt álvarsligt skot fyri bógvin hjá teimum, sum halda, at Bretlandi fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, men siga um somu tíð, at henda avgerðin fer neyvan at gera av við eitt nú Cambo. Teir halda tað vera gott, at Siccar Point, sum eigur 70 prosent av Cambo, ætlar sær at halda fram og fáa aðrar at fylla út tómrúmið eftir Shell, sum eigur 30 prosent í kelduni. Teir vísa, sambært Energy Voice á, at tað, sum møguliga kann steðga nýggjari oljuframleiðslu, kunnu verða nýggj og herd umhvørviskrøv.
Tað er nevniliga eingin loyna, at bretskir orkumyndugleikar – fyri at vera partur av grøna orkuskiftinum og minka um CO2 útlát – longu hava sett nógv stangari umhvørviskrøv til oljufeløgini, eitt nú til elektrifisering av oljupallum og goymslu av CO2. Spurt verður um hesi krøv kunnu verða herd enn meira og so mikið, at oljufeløg og íløgufeløg fara at aftra seg fyri at gera íløgur í nýggjar stórar útbyggingar, tí kostnaðurin verður so mikið høgur, at avkastið verður hareftir.
Longu nú verður eisini spurt, hvat fer at henda við øðrum stórum útbyggingum á bretska landgrunninum, um so er at umsóknin at útbyggja Cambo ikki verður gingin á møti, ella um uppaftur nýggjari umhvørviskrøv verða sett.
Áhugavert at vita, hvussu mangir føroyinar eru greiðir yvir, hvussu tætt við okkara mark stórar framtíðar útbyggingar møguliga verða gjørdar komandi árini, og hvønn týdning hesar kunnu fáa fyri nýggjari oljuleiting á føroyska landgrunninum.
Fleiri stórar útbyggingar eru um at fara av bakkastokki, eitt nú Rosebank, Clair South og Glendronach. Allar liggja tær millum Hetland og Føroyar. Uttan hesar og Cambo verður mett, at verandi oljugoymslur, fara ikki at nøkta framtíðar bretska eftirspurningin, og harvið verður neyðugt at innflyta olju og gass úr londum sum Nigeria, Saudi Arabia, Russlandi og øðrum londum, har krøvini til lægri CO2 útlát eru antin eingi ella nógv lægri enn tey í Norðsjónum. Og tað verður mett sum eitt nógv størri afturstig fyri grøna skiftið enn at loyva nýggjum minni dálkandi útbyggingum í Norðsjónum.
Fyri føroysku vónirnar at fáa oljuleiting í gongd aftur kunnu avgerðir, sum verða tiknar í Bretlandi komandi vikurnar, fáa avgerandi týdning. Grønt ljós til nýggjar útbyggingar hinumegin markið vilja vera við til at varpa nýtt ljós á føroyska landgrunnin, sum er næsti granni til fleiri av útbyggingunum. Hesar fara so at koma við nýggjum undirstøðukervi, ið aftur kann gagna virksemi føroysku megin markið eisini.
Men hendir tað, at krøvini til útbyggingar verða nógv herd, og møguligar politiskar forðingar verða framdar, tá kann verða ilt at fáa eygað á eina smidliga og jaliga oljutilgongd á føroyskum øki.
Keldur: Energy Voice, The Guardian, BBC, The Daily Mail, World Oil og The Herald.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Stór undirtøka í Fólkatingum fyri at menna vindorkuna enn meira
Danmark man teljast millum tey av heimsins londum, sum raðfestir orku frá havvindmyllum ovast í grøna skiftinum. Og haraftrat liggur Danmark eisini á odda, tá talan er um at byggja vindmyllur.
Nú hevur ein stórur meiriluti á Fólkatingi so tikið enn eitt stig, sum skal staðfesta donsku leiðarastøðuna á vindorkuøkinum.
Fleiri av flokkunum í fólkatinginum eru samdir um at menna vindorkuna til havs innan 2031 við tveimum gigawattum. Tað svarar til elorkunýtsluna hjá tveimum milliónum húsarhaldum.
Samtíðis verður arbeitt við at víðka avtaluna við einum einum gigawatti. Við hesi gongdini vil Danmark tryggja, at CO2 útlátið í 2030 verður 70 prosent lægri enn í 1990 skrivar Ritzau sambært heimasíðuni Energy Watch.
Flokkarnir aftanfyri avtaluna eru Sosialdemokratarnir, SF, Radikali flokkurin, Eindarlistin, Alternativið og Kristindemokratarnir. Ein orsøkin til, at hetta letur seg gera, er skjóta tøkniliga menningin á vindorkuøkinum og eisini á marknaðinum.
Herfyri varð lutakast um, hvør skuldi fáa arbeiðið at menna størstu vindorkuætlanina í Danmark nakrantíð, Thor havvindmylnulundina.
Týska fyritøkan RWE var tann hepna at vinna lutakastið framum fleiri danskar fyritøkur. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík verkætlan fer av bokkastokki uttan, at danski staturin er partur av henni. Vanliga skal staturin rinda orkufeløgunum fyri at fáa grønan streym, nú gongur tað øvugta vegin, privatu feløgini koma nú at rinda statinum pengar
Danmark hevur annars, sum tað fyrsta landið, gjørt av, at menna tvær orkuoyggjar, sum skulu framleiða havvind.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
Triðja árið á rað verður danska orkufyritøkan Ørsted kosin sum heimsins fremsta á grøna veðurlagsøkinum
Ørsted, sum er fyrrverandi olju- og gassfelagið Dong, hevur rokkið henda heiður gjøgnum sítt áhaldandi arbeiði fyri at minka um útlát av vakstrarhúsgassum, minka um veðurlagsvandar og geva sítt íkast til at menna lágútlátsbúskapin.
- Vit fegnast um at verða viðurkend sum tann fyritøkan, ið gongur á odda í arbeiðinum ímóti veðurlagsbroytingunum sigur Mads Nipper, samtøkustjóri í Ørsted sambært EnergyWatch.
Hann vísir á, at orkufeløg hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at hjálpa heimsins londum at liva upp til Parísavtaluna. Og her roynir Ørsted at ganga á oddda. Hann sigur víðari, at Ørsted er einasta orkufelagið og eitt av einans sjey feløgum í heiminum, hvørs mál er at røkka null útláti í 2040.
Ørsted hevur eisini sett sær fyri at minka um útlátið í 2025 og 2032 og er tað í samsvar við Parísavtaluna, ið miðjar móti at varðveita hitavøkstur undir 1,5 stig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Eitt felag hjá norsku alifeløgunum Lerøy og SalMar yvirtaka virksemið í Hetlandi og Isle of Skye
Í summar bórust tíðindini um, at felagið Scottish Sea Farms, sum norsku alifeløgini Lerøy og SalMar eiga helvt um helvt, fór at yvirtaka alivirksemi hjá Grieg Seafood í Skotlandi, kalla Grieg Seafood Hjaltland.
Talan er um ein handil fyri 164 milliónir pund, svarandi til góðar 1,4 milliardir í okkara krónum.
Handilin var treytaður av, at hann kundi góðkennast av avvarðandi kappingarmyndugleikum.
Í vikuni gjørdist tað so greitt, at handilin er góðkendur, so at seinastu staklutirnir í keypinum kunnu fremjast í hesum mánaðinum, skrivar ilaks.no.
Grieg Seafood Hjaltland hevur sítt alivirksemi í Hetlandi og Isle of Skye. Felagið hevur 21 alistøðir á sjónum, eina smoltstøð í Girlsta í Hetlandi og eitt kryvjivirki í Lerwick. Í fjør slaktaði felagið umleið 16.000 tons av laksi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Fyrrverandi floksleiðarin í norska Høyre-flokkinum var norskur forsætisráðharri frá 1981 til 1986
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin og formaðurin í flokkinum Høyre, Kåre Willoch, er deyður, 93 ára gamal.
Kåre Willoch doyði stillisliga í heimunum í Ullern, upplýsti Høyre mánadagin.
- Tað er við stórari sorg, at Høyre fyrr í dag fekk syrgiligu boðini um, at Kåre Willoch er deyður, sigur Erna Solberg, floksforkvinna, í tíðindaskrivi.
Kåre Willoch var stjórnarleiðari í Noregi frá 1981 til 1986, og leiðari fyri konservativa flokkin í ellivu ár undan hesum. Hann fekk staðfest krabbamein í 2016, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Hóast tað ongantíð eydnaðist honum at verða valdur forseti, var Bob Dole millum kendastu politikararnar í republikanska flokkinum
Amerikanski politikarin, Robert Dole, vanliga róptur Bob Dole, er deyður, 98 ára gamal. Hann sovnaði stillisliga sunnumorginum eftir at hava stríðst við lungnakrabba í eina tíð.
Bob Dole hevur sitið á nógvum týðandi sessum á síni politisku starvsleið, og var mest gitin sum senatorur, meirilutaleiðari í kongressini og forsetavalevni.
Í 1976 varð hann varaforsetavalevni hjá Gerald Ford, men teir taptu móti Jimmy Carter og Walter Mondale. Eftir tað fór Bob Dole sjálvur eftir forsetasessinum, men varð aldri valdur.
Í 1988 royndi hann at gerast republikanskt forsetavalevni, men tapti. Í 1996 varð hann valdur til forsetavalevni fyri republikanska flokkin, men tapti valið móti sitandi forsetanum, Bill Clinton.
Hóast hann aldri gjørdist forseti, verður Bob Dole mettur at vera millum gitnastu republikansku politikararnar í søgu USA.
Sum ungur gjørdi hann tænastu í amerikanska herunum, eitt nú undir øðrum heimsbardaga, tá hann varð álvarsliga skaddur – so álvarsliga, at læknarnir ikki roknaðu við, at hann yvirlivdi. Hann fekk skaða, tá hann royndi at hjálpa nøkrum øðrum hermonnum.
Hann yvirlivdi, men kundi ikki brúka høgra arm, hóast nógvar skurðviðgerðir. Hann varð heiðraður sum krígshetja, og vann eisini stóran heiður fyri sín innsats sum politikari.
Umframt at vera politikari, virkaði Bob Dole eisini sum advokatur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Peningurin fer millum annað til 40 heilsudeplar og sjúkrahús hjá Reyða Krossi í Afghanistan, og at betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum við tilknýti til heilsustovur, og til neyðhjálp, so sum mat, vatn og verju
– Humanitera støðan í Afghanistan er ómetaliga døpur, og alsamt fleiri fólk verða rikin frá húsi og heimi. Hetta hevur við sær ein øktan tørv á bráðfeingis tænastum, sum mati, vatni og heilsutænastum.
– Ígjøgnum áratíggjur hevur landið upplivað ovurstóra neyð, og fyrr í ár versnaði støðan aftur meira. Harumframt hevur álvarsamur turkur týnt lokalu matframleiðsluna, covid-19 hevur tyngt ta frammanundan vánaligu heilsuskipanina, og bankasanktiónir hava ført til búskaparligt hóttafall, soleiðis at eitt nú læknar, lærarar og heilsuhjálparar ikki hava fingið løn í fimm mánaðir. Stór hungurneyð ger eisini um seg, og talið á børnum, sum eru innløgd á sjúkrahúsum hjá Reyða Krossi, er meir enn tvífaldað síðan august.
Soleiðis lýsir Reyði Krossur Føroya støðuna í Afghanistan, og felagsskapurin boðar frá, at hann hevur sent eina millión krónur til hjálparátøk í landinum.
Í september lat Reyði Krossur Føroya eisini eina hálva millión krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í Afghanistan, og Føroya landsstýri lat eisini landinum eina hálva millión í oktober – ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme.
Tann milliónin, sum Reyði Krossur nú hevur latið, fer millum annað til 40 heilsudeplar og sjúkrahús hjá Reyða Krossi í Afghanistan, og at betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum við tilknýti til heilsustovur, og til neyðhjálp, so sum mat, vatn og verju, boðar felagsskapurin frá.
Á landssinnsavningini fyri tveimum vikum síðani komu 3,4 milliónir krónur inn til Reyða Kross.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
Áarrossini í djóragarðinum í Antwerpen eru send í sóttarhald
Tvey áarross í djóragarðinum í belgiska býnum Antwerpen vórðu í farnu viku send í sóttarhald. Tey høvdu fingið staðfest korona.
The Guardian skrivar, at talan er um 14 ára gomlu Imani og 41 ára gomlu Hermien. Tey høvdu ongi onnur sjúkutekin enn, at tað rann úr nøsunum á teimum.
- So vítt eg veit, er hetta fyrstu ferð, at hetta slagið hevur fingið korona. Í heimshøpið er virusið bert staðfest hjá apum og kettudjórum, sigur Francis Vercammen, sum er djóralækni í djóragarðinum í Andwerpen.
Garðurin kannar nú hvaðani smittan er komin. Ongin av djóraansarunum er nýliga staðfestur við korona ella hava havt sjúkueyðkenni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
B36 vann brotssparkskappingina og er harvið steypavinnari. Og í 2022 er evropeiskur fótbóltur á skránni hjá liðnum - Mathias Trane skoraði avgerandi brotssparki
1,8 milliónir. So stórt var virði á brotssparkinun hjá danska miðvallaranum hjá B36. Mathias Trane var tryggur, tá hann skeyt brotsspark nummar fimm hjá B36, og so stórfegnaðust leikarar, venjarar og fjepparar hjá høvuðsstaðarfelagnum.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2018, tá eisini var neyðugt við brotssparkskapping fyri at avgerða finaluna, at B36 vinnur kappingina um Løgmanssteypið.
Eftir eitt ógvuliga langt ár og 120 harðar minuttir móti NSÍ er eisini greitt, at liðið hjá Dan Brimsvík skal spæla evropeiskan fótbólt næsta ár. Hetta hevur virðið á í minsta lagi 1,8 milliónir krónur.
B36 spældi ikki evropeiskan fótbólt í summar. Tað gjørdi NSÍ, eins og vanligt hevur verið seinastu 15 árini. Liðið hjá Bill McLeod Jacobsen vann eisini finaluna um fjórða plássið á júst B36, men nú vóru tað teir hvítkløddu, ið drógu longra stráðið.
(Myndir: Sverri Egholm)
Finalan um Løgmanssteypið 2021
Tórsvøllur, 4. desember
NSÍ - B36 1-1 eftir vanliga leiktíð
10' Aron Knudsen 1-0
30' Andrass Johansen 1-1
Brotssparkskapping:
2-1 Klæmint Andrasson Olsen
2-2 Lukas Enevoldsen
3-2 Rógvi Egilstoft Nielsen
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Alexi Mellemgaard
Aron Knudsen skýtur uppum
3-3 Benjamin Heinesen
4-3 Betuel Hansen
4-4 Bjarni Petersen
Tróndur Jensen skýtur uppum
4-5 Mathias Trane
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2021
B36 hevur tað fyri, at enda í brotssparkskappingum og vinna tær
Tá B36 vann Løgmanssteypið leygardagin eftir brotssparkskapping var tað ikki nakað nýtt fyri felagið ella fyri fjeppararnar.
Hetta er nevniliga fjórðu ferð á rað síðani 2018, at B36 vinnur eina brotsparkskapping.
Bolt.fo hevur gjøgnumgingið stóru dystirnar hjá B36 seinastu árini.
Á sumri í 2020 vann B36 brotssparkskapping móti The New Saints í Evropa League. Í 2018 vann B36 finaluna um løgmanssteypið uppá brotssparkskapping móti HB og á sumri í 2018 vann B36 brotssparkskapping á Gibraltar móti St. Joseph’s í Evropa League.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var sjeynda steypakappingin, sum B36 vinnur, og teir hvítu hava nú vunnið kappingina næstoftast. HB hevur vunnið heilar 28 ferðir. Seinast var í fjør og fyrraárið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
20 heiðurslønir vóru latnar á Hotel Hafnia í gjár. Heidi Sevdal og Árini Frederiksberg vóru kosin ársins leikarar
Fótbóltsgalla 2021 var á Parnassinum á Hotel Hafnia hóskvøldið. Tað eru FM1, Miðlahúsið og FSF, sum skipa fyri tiltakinum, sum eisini var sent beinleiðis á FM1.
Størsti heiðurin er helst ársins spælari, og her vóru tað Heidi Sevdal og Árni Frederiksberg, sum struku avstað við teimum steypunum.
Heidi Sevdal (Mynd: Sverri Egholm)
Ársins spælari kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ
Ársins spælari menn
Árni Frederiksberg, KÍ
Ársins ungi spælari kvinnur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ársins ungi spælari menn
David Geza Turi, Víkingur
Ársins málverji kvinnur
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Ársins málverji menn
Mathias Brinch Rosenørn, KÍ
Ársins verjuspælari kvinnur
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Ársins verjuspælari menn
Odmar Færø, KÍ
Ársins miðvallari kvinnur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Ársins miðvallari menn
Árni Frederiksberg
Ársins áleypari kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ
Ársins áleypari menn
Mikkel Dahl, HB
Ársins landsliðsspælari hjá monnum
Klæmint Andrasson Olsen
Ársins venjari kvinnur
Poul N. Poulsen, NSÍ
Ársins venjari menn
Mikkjal Thomassen, KÍ
Ársins dómari kvinnur
Høgni Madsen
Ársins dómari menn
Petur Reinert
Ársins toppskjútti kvinnur
Heidi Sevdal, NSÍ
Ársins toppskjútti menn
Mikkel Dahl, HB
Árisns lið 2021 kvinnur
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Rakul Magnussen, EBS/Skála, Ragna B. Patawary, KÍ, Birita Ryan, KÍ, Durita Hummeland, KÍ – Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ, Ansy S. Jakobsen, NSÍ – Lea Lisberg, EBS/Skála, Heidi Sevdal, NSÍ, Hervør Olsen, KÍ
Ársins lið 2021 menn
Mathias Brinch Rosenørn, KÍ – Jóannes K. Danielsen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Heini Vatnsdal, KÍ, Daniel Johansen, HB – Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Deni Pavlovic, KÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ, Árni Frederiksberg, KÍ – Mikkel Dahl, HB, Páll A. Klettskarð, KÍ.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Við sjey gullheiðursmerkjum, fýra silvur og einari bronsu gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi felag í 2021. KÍ vann fimm gull - harav bæði í bestu kvinnu- og mansdeildini - fimm silvur og eina bronsu
Hóast stórar avbjóðingar, orsakað av koronafarsóttini, eydnaðist kappingarárið 2021 sera væl.
Longu seinasta dag í februar varð Stórsteypadysturin á skránni, og síðan bleiv spælt uttan íhald til 4. desember, tá vinnarin av Løgmanssteypinum var funnin.
Og við 12 heiðursmerkjum í alt, gjørdist Havnar Bóltfelag mest vinnandi felag í hesum árinum. HB vann sjey gull, fýra silvur og eitt bronsuheiðursmerki.
KÍ, sum vann bæði Betri Deildina hjá monnum og hjá kvinnum, vann tilsamans 11 heiðursmerki. Klaksvíkingar vunnu fimm gull, fimm silvur og eina bronsu.
Triðflest heiðursmerki, níggju í alt, vann Víkingur. Liðið úr Eysturkommunu vann eina gull, fimm silvurkrónur og tríggjar bronsu.
Samanlagt fingu sekstan feløg heiðursmerki í ár. B36, NSÍ og Skála - ávíkavist 4,3 og 2 vunnu øll fleiri enn eitt gull.
Samlaða yvirlitið yvir heiðursmerkjabýtið í júst farna kappingarári sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
28 ára gamli landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, hevur skrivað undir við Føroyameistararnar. Sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini
Tað hevur ljóðað í eina tíð, men nú er tað váttað. René Shaki Joensen spælir við KÍ næstu tvey árini. Hetta kunngjørdi KÍ á heimasíðuni mánakvøldið.
28 ára gamli havnarmaðurin fór sum heilt ungur til Danmarkar at umboða superligufelagið Brøndby IF, har hann var fram til 2014. Síðan tá hevur René umboðað Vendsyssel, Grindavík og HB í tveimum førum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í landsliðshøpi fekk René A-landsliðsdebut í vinardysti ímóti Íslandi í 2012. Tað stóra gjøgnumbrotið var tó í Nations League kappingini í 2018, har René gjørdist føroyskur toppskjútti við trimum málum í fimm dystum.
- Shaki kann røkja fleiri pláss á vøllinum, tað hava vit sæð nógv til á hansara fótbóltsleið og seinast á landsliðnum, har René leikti á høgra bakki. Tó hevur hann leikt mest á miðvøllinum, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Sámal Erik Hentze skal venja besta mansliðið hjá AB, sum næsta ár spælir í fremstu deildini
Tað verður við Sámal Erik Hentze - eisini nevndur Bagge - við róðrið, at argjamenn í næsta ár fara at spæla í Betri deildini hjá monnum.
Hesum boðaði Argja Bóltfelag frá í vikuni. Partarnir hava skrivað undir ein trý ára sáttmála.
- Sámal Erik Hentze er eitt kent navn í AB. Hetta er fjórða ferðin, at hann byrjar í sessinum sum venjari hjá okkara besta mansliði. Í 2002 flutti hann besta mansliðið upp í næstbestu deildina á fyrsta sinni, í 2012 flutti hann liðið upp í bestu deildina, og bæði í 2013 og 2015 eydnaðist tað honum at venda skútuni og tryggja sætið í bestu deildini, tá tað annars líktist greiðum niðurflytingum.
- Tað er tó eisini hjá øðrum feløgum, at Sámal Erik Hentze hevur prógvað seg sum ein av Føroya bestu venjarum, tí hann hevur heili fýra føroyameistaraheiti at vísa á. Í 2009 vann hann FM við HB, í 2014 við B36 og í 2016 og 2017 við Víkingi, skrivar AB á heimasíðuni.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sámal Erik Hentze er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og sáttmálin er galdandi til í summar tá hendan undankappingin endar.
- Harvið fer hann at hava ábyrgd av fýra landsdystum afturat venjarastarvinum hjá AB, sigur felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2021
Hann hevur verið darvaður av skaðum seinastu tvey árini, men skoraði seks mál fyri besta liðið hjá HB í ár
24-ára gamli havnarmaðurin, Jákup L. Thomsen, hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Evnaríki áleyparin gjørdi á ungum árum um seg í ungdómsdeildini hjá HB og síðani í FC Midtjylland, eins og á U21-landsliðnum. Í sínum triðja A-landsdysti í tíðliga í 2019 fekk hann sítt fyrsta mál har, men hevur síðani ikki spælt nakran landsdyst.
Jákup Thomsen fekk stutt seinni álvarsaman knæskaða í dysti fyri FH í Íslandi. Hann kom aftur til HB í 2020, men talan gjørdist bert um nakrar 1. deildardystir seint í árinum.
Skaðar hava eisini plágað nakað í ár, men í seinnu hálvu hevur Jákup Thomsen spælt nógv og hevur skorað seks mál fyri besta liðið hjá HB, ið hann fer at umboða í 2022 og 2023 eisini.
Jákup L. Thomsen her í A-landsliðsdysti dysti ímóti Malta (Mynd: Sverri Egholm)
Nú følir Jákup, at hann er við at vera har, sum hann var áðrenn skaðan. Tað sigur hann við heimasíðuna hjá HB.
– Eg føli at eg eri ordiliga komin fyri meg fysiskt. Ferðin er komin aftur, og vendingarnar sita sum tær skulu. Kroppurin hevur tað gott, sigur Jákup L. Thomsen.
– Mentalt eri eg eisini blivin sterkari, og eri blivin nógv betri at takkla mótgang. Tá meira tíð er brúkt uppá at hyggja enn at spæla, føli eg eisini at eg eri blivin ein klókari fótbóltsspælari. Tíðin burtur frá vøllinum hevur givið mær eitt nógv betri yvirblikk, og eg síggi spælið enn meira sum ein heild. Hetta er nakað sum eg eisini føli eg kann hjálpa mínum liðfeløgum við, sigur hann.
– Málið í HB er altíð at vinna. Og eg hati at tapa. Soleiðis er tað bara. Málsetningurin eitur ongantíð top-3 ella Europa. Vit fara altíð eftir at vinna, og tað er líkamikið hvat hini feløgini siga og gera. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur Jákup at enda við heimasíðuna hjá HB.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Finnur Justinussen var óheppin í dysti ímóti HB tíðliga í kappingarárinum, og sleit krossbandið. Nú hevur hann longt við Víking
Finnur Justinussen spælir við Víkingi næstu tvey árini. Hesum boðar Víkingur frá á sínari Facebooksíðu.
Hann er 32 ár og hevur spælt beint yvir 200 dystir í Betrideildini og samanlagt 258 fyri besta liðið hjá Víkingi, sambært Faroesoccer.
Áleyparin hevur vunnið eitt FM - tað var í 2016 - og kappingina um Løgmanssteypið fýra ferðir við Víkingi.
Finnur Justinussen mátti berast av vøllinum. Tað vísti seg at krossbandið varð slitið (Mynd: Sverri Egholm)
Í einum dysti móti HB tíðliga í kappingarárinum var Finnur Justinussen óheppin og sleit krossbandið.
Víkingur vónar, at hann skjótt verður at síggja á vøllinum aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Víkingur hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Martin Klein Joensen
Ein av ungu leikarunum á víkingaliðnum, sum fekk sítt gjøgnumbrot í 2021 er Martin Klein Joensen.
Martin hevur við sínum ágrýtni, skjótleika og góða avsetti, sett trýst á nógvar verjuleikarar hjá mótstøðuliðunum í ár, og tað bleiv til heili 10 mál uppá knappar 1100 minuttir fyri besta liðið, so tað verður spennandi at síggja, hvat hesin ungi leikarin kann bjóða uppá í framtíðini, skrivar Víkingur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Felagið og Martin Klein Joensen hava longt sáttmálan við tveimum árum.
Víkingur hevur í ár fingið nógv rós fyri at trúgva upp á egið tilfeingi, og tað rakk til eitt triðja pláss í Betri deildini í ár við 60 stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
ÍF hevur sett sær fyri at flyta uppaftur í bestu deildina beinanvegin – venjaraspurningurin eisini komin upp á pláss
Hóast ÍF flutti niður í næstbestu deildina, so kann felagið halda fram komandi kappingarár við sama liðskipara.
Royndi miðvallarin, Karl Løkin, hevur í vikuni skrivað undir sáttmála við felagið fyri kappingarárið 2022, boðaði ÍF frá mikudagin.
Karl Løkin er 30 ára gamal og hevur spælt 275 dystir í bestu deildini í Føroyum. Hetta verður 10. árið, at hann umboðar ÍF. Hann hevur frammanundan umboðað barndómsfelagið NSÍ og eitt ár spældi hann við Víkingi.
Karl Løkin er sonur Abraham Løkin, fyrr Hansen, sum er úr Fuglafirði.
Alex Jovevic verður venjari
Fyrr í vikuni boðaði ÍF eisini frá, at tað hevur fingið venjaraspurningin upp á pláss. Sáttmáli er gjørdur við Aleksandar Jovevic, sum í 12 ár var hollur stuðul á miðjuni hjá ÍF.
43 ára gamli serbin, sum í dag er giftur og búsettur í Fuglafirði.
Hann var eisini høvuðsvenjari hjá ÍF kappingarárið 2015, og hevur síðan roynt seg sum venjari, eitt nú hjá besta kvinnuliðinum hjá KÍ, hjá næstbesta liðnum hjá HB og seinastu tvey árini sum hjálparvenjari hjá B68, sum flutti upp í ár.
ÍF skrivar, at málið fyri komandi kappingarárið er at vinna deildina fyri at tryggja luttøku aftur í bestu deildini í 2023. Samstundis skal Aleksandar vera við til at menna ungar, lokalar leikarar, so teir vera skúlaðir, til at spæla við í bestu føroysku deildini, í nógv ár framyvir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Við 60 prosent av atkvøðunum er Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, ársins venjari 2021
Venjarafelag Føroya hevur nú kunngjørt, hvør ársins venjari 2021, kosin av limunum, er. Valið fall á Mikkjal K. Thomassen úr KÍ, og tað var eitt sera greitt val.
Mikkjal fekk ikki færri enn 60 prosent av atkvøðunum; næstur honum var Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, sum fekk 30 prosent.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Mikkjal hevur í ár staðið á odda fyri einum sera stinnum KÍ liði, sum á vegnum til meistaraheitið hevur sett fleiri met, t.d. við at skora heili 99 mál og liðið tapti bara ein dyst í bestu deildini hjá monnum. Hetta er aðru ferð, at Mikkjal vinnur henda heiðurin, tí í 2011 vann hann saman við John Petersen, tá teir saman stjórnaðu B36.
- Onnur ár hevur Mikkjal eisini verið nær við. Í 2019 gjørdist hann ov stuttur, tá Jákup á Borg fór við heiðrinum. Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin, sum vann silvur, ið varð valdur sum ársins venjari. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF, sigur Venjarafelagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum sum vera komandi ár
Mikudagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum báðar vera í november mánað komandi ár.
U17-dreingirnir komu í bólk saman við Portugal, sum eisini vera vertir fyri kappingini, og Slovenia og Kasakstan. Dystirnir vera spældir 16., 19. og 22. november.
Hjá U19-landsliðnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Kroatia, Ísrael og Finnlandi. Kroatar vera vertir fyri kappingini, og har eru leikdagarnar júst teir somu sum hjá U17-dreingjunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2021
Hósdagin vóru mótstøðuliðini hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum við gentum í EM undankappingunum, sum verða leiktar fyrsta partin í komandi ári, funnin
Hósdagin vórðu mótstøðuliðini hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum við gentum í EM undankappingunum, sum verða leiktar fyrsta partin í komandi ári, funnin.
Tað gjørdist greitt, at U17 landsliðið við gentum skal spæla EM undankapping móti Norðurírlandi, Ísrael og Luksemburg, og at kappingin verður spæld í Ísrael í døgunum 10. til 16. mars.
U17-landsliðið stóð seg væl í kappingunum í 2021. Nú er eldri árgangurin farin upp á U19, sum eisini kom í undankappingarbólk saman við Norðurírlandi. Harumframt eru Malta og Aserbadjan í sama bólki - ið bæði á ymsan hátt kunnu sammetast við Føroyar.
U19 genturnar spæla sínar dystir í døgunum 6. til 12. apríl, og vertirnir fyri kappingini verða funnir við lutakasti í næstu viku, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Mikudagin tapti danska málmanslegendan stríðið móti krabbasjúkuni
Fyrrverandi málverjin hjá danska fótbóltslandsliðnum, Lars Høgh, doyði mikudagin eftir at hava stríðst við krabbamein í fleiri ár. Hann gjørdist 62 ára gamal.
- Tað er við ósigandi sorg at vit mugu boða frá, at okkara høgt elskaði, lívsglaði og altíð jaligi Lars stillisliga er sovnaður inn, skrivaði familja hansara í mikukvøldið.
Lars Høgh fekk staðfest krabba fyri trimum árum síðani, og hesa seinastu tíðina versnaði sjúkan.
Í sambandi við at ein bók um hann kom út í farna mánaði, greiddi Høgh frá, at lækni hansara hevði givið honum ring boð.
- Vit tosa ikki um ár, men um mánaðir, hevði læknin sagt.
Lars Høgh spældi tilsamans 817 dystir fyri OB, Odense Boldklub, og gjørdist danmarkarmeistari í 1977, 1982 og 1989. Hann spældi eisini átta dystir fyri danska landsliðið.
Hann stóð eisini á mál í søguliga útivalladystinum hjá OB móti Real Madrid í Uefa Cup í 1994, tá danska liðið megnaði at vinna 2-0, millum annað takkað verið fleiri stórbjargingum hjá Lars Høgh.
So seint sum síðsta fríggjadag varð Lars Høgh innlimaður í ‘Fodboldens Hall of Fame” hjá danska fótbóltssambandinum.
Síðan hann gavst sum virkin fótbóltsspælari í 2000 virkaði Lars Høgh sum venjari, og hann hevur verið tilknýttur bæði danska landsliðnum og fleiri feløgum sum málmansvenjari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2021
Hoyvíkskvinnur leggja seg einsamallar á odda í deildini
Tríggir dystir vórðu leiktir í bestu kvinnudeildini í hondbólti sunnudagin.
Eftir tíggju dystir í SMS-deildini í ár hevði tað undan dystunum farna vikuskiftið, ikki eydnast VB at fáa nakað stig á kontuna. Seinast botnliðini VB og EB spældu, var 3. november, og tá var tað EB sum var við yvirlutan og vann 26-22. Men við einum 30-26 sigri á EB vann VB síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til heimaliðið.
Í Høllini á Hálsi var Stjørnan á vitjan hjá Neistanum. Heimaliðið byrjaði betri og var á odda allan dystin, men síðstu minuttirnar kom spenningur í. Neistin vann, men tað var bara eitt mál á muni tá avtornaði, 29-28. Støðan í hálvleikinum var 19-12 til Neistan.
Føroyameistararnir í fjør, StÍF, høvdu vitjan av oddaliðnum í ár, H71. Hoyvíkskvinnur sum hava skrivað hondbóltssøgu við sínari luttøku í Evropa hava verið flúgvandi seinastu tíðina. Tað vóru tær aftur hesaferð, og vunnu 27-22. Støðan í hálvleikinum var 14-11 til H71.
H71 legði seg sostatt einsamalt á odda við 17 stigum. Neistin er á øðrum plássi við 16 stigum, men við tveimum dystum fleiri enn hoyvíkskvinnur.
VB - EB 30-26 (12-9)
Neistin - Stjørnan 29-28 (19-12)
StÍF-H71 22-27 (11-14)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
Hoyvíkingar, kollfirðingar og vestmenningar vunnu sínar dystir sunnudagin
Tríggir dystir vóru sunnudagin leiktir í Burn deildini, sum er besta hondbóltsdeildin hjá monnum.
Oddaliðið H71 var á vitjan hjá StÍF á Skála. Hoyvíkingar eru í einum góðum stima, og hava ikki tapt síðani 27. oktober. Og teir taptu heldur ikki hesaferð, men vunnu heili 35-28. Suverenur toppskjútti í dystinum var Bjarni í Selvindi, sum skoraði 14 av teimum 28 málunum, sum strandingar fingu.
KÍF, sum liggur á øðrum plássi, skuldi í Havn reisa seg ímóti Neistanum eftir tvey tap á rað ímóti H71. Kollfirðingar løgdu seg beinanvegin á odda, og støðan í hálvleikinum var 16-12. Úrslitið gjørdist 29-24 til KÍF.
Triði dysturin var í Vestmanna, har Team Klaksvík var á vitjan. VÍF er nøkur stig framman fyri hini fýra liðini sum kappast um fjórða plássið. Tí kom ein sigur ímóti klaksvíkingum væl við. Vestmenningar vóru á odda 15-12 tá liðini fóru til hálvleiks, og hildu í seinna hálvleiki fram at økja um munin. VÍF vann dystin 32-24.
VÍF - Team Klaksvík 32-24 (15-12)
StÍF - H71 28-35 (14-18)
Neistin - KÍF 24-29 (12-16)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
Var bert ein hundraðpart av einum sekundi frá at vinna gull
Føroyski svimjarin Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til eitt flott silvurpláss í NM kappingini fyri juniorar á stuttgeil, sum var í Upplands Väsby í Svøríki farna vikuskiftið.
Elisabeth svam seg í finaluna við bestu tíðini í innleiðandi kappingini. Talan er um 100 metra ryggsvimjing, har føroyski svimjarin brúkti 1 minutt og 01,66 sekund fyri at svimja seg í finaluna.
Í finaluni var Elisabeth bert ein hundraðpart av einum sekundi frá at vinna gull.
Svenska Alice Velden var skjótast í tíðini 1:01,41, meðan Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag hevði 1:01,42. Finska Vilma Leppähaara hevði tíðina 1:01,69.
Seniorar kappast samstundis. Vinnandi seniorurin á hesum teininum brúkti tíðina 1:00,78. Tíðin hjá Elisabeth hevði rokkið til eitt triðja pláss í hesi kappingini.
Fríggjadagin setti Elisabeth Erlendsdóttir føroyskt juniormet á 50 metra teininum, tá hon hevði tíðina 28,63 sekund í NJM-finaluni. Harvið tók hon metið á 28,75 sekund, sum Signhild Joensen átti frammanundan, og setti í NJM-kappingini í Reykjavík í 2017.
Hesar tíðirnar eru ikki so langt frá tí føroyska metinum á 28,51 sekund, sum Birita Debes setti í HM-kappingini í Istanbul í 2012.
Juniormetið hjá Elisabeth Erlendsdóttir rakk til eitt sjeynda pláss í NJM finaluni á 50 metra teininum hesaferð.
Sunnudagin var 200 metra ryggsvimjing á skránni í juniorkappingini, og her eydnaðist tað Elisabeth Erlendsdóttir at vinna bronsuheiðursmerki.
Hon svam finaluna í tíðini 2 minuttir og 14,29 sekund, og tryggjaði sær sostatt sítt annað heiðursmerki í NJM kappingini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum var tann fyrsti at klára avbjóðingina
Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól.
Ein serlig nál er gjørd til tey, sum prógva hetta, og var sjálvur Løgmaður hin fyrsti at gera tað. Hetta hendi í Svimjihøllini í Gundadali fríggjamorgunin 3. desember, har formaðurin í SSF var eftirlitsfólk. Løgmaður kláraði tað eftir bókini, og var tí fyrstur at fáa serligu nálina sum SSF hevur fingið framleitt til endamálið, skrivar Svimjisamband Føroya í tíðindaskrivi.
– Mær dámar væl, at svimjisambandið varpar ljós á svimjiførleika, og tí vil eg fegin stuðla teimum. At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður um átakið.
Og tað er júst tað, sum endamálið hjá Svimjisambandinum er.
– Endamálið hjá okkum í Svimjisambandinum er júst hetta, sum Løgmaður sigur, at varpa ljós á svimjiførleikan hjá føroyingum, og á týdningin av at kunna svimja ein ávísan tein, til betri at kunna lívbjarga sær úr møguligari vandastøðu. Vit vita tíverri, at støðan er ikki góð við svimjiførleika í Føroyum, har tey í 2018 vóru bara 44 prosent sum hildu seg klára at svimja 200 metrar, tá ið vit spurdu allar næmingar í fimta flokki, umframt føroyingar 16 ár og eldri við Gallup-kanning. Og, vandin er har - Í Gallup-kanningini søgdu 20 prosent seg hava verið í vanda fyri at drukna, onkuntíð, sigur Svimjisambandið.
– Átakið nú kann vónandi verða eitt amboð til at betra um hetta, har hugsanin er, at fólk gjarna árliga kanna sín svimjiførleika, afturfyri at kunna ogna sær hesa nál frá Svimjisambandi Føroya, og tá eisini gjarna geva okkum nakrar grundleggjandi upplýsingar sum bústað, kyn og aldur, til hagtølini.
Átakið er longu byrjað, og ætlanin er at koma so nógv út sum tíð og orka røkkur til, havandi í huga at tey í Svimjisambandinum eru sjálvboðin fólk.
– Tað verður sikkurt trupult at røkka út allastaðni, men ætla vit at geva tí ein erligan kjans restina av 2021 og sikkurt eitt petti inn í 2022 eisini.
Í ár er nálin, sum Svimjisambandið hevur fingið framleitt til endamálið, ókeypis, vegna hollan stuðul frá SMS, og tí at tað er fyrstu ferð. Svimjisambandið sigur, at har burdu verið ríkiligt av nálum til umfarið nú, og verður tað so tikið upp til eftirfylgjandi støðutakan í SSF, um haldast skal fram við nál til eisini í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2021
Talv: Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum varð hildin á Malta
Í níggjunda og seinasta umfari, sum varð spælt síðsta leygardag, gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir.
Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýpros. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýpros aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.
Føroyska liðið vann átta dystir og spældi ein javnan:
Føroyar-Andorra 2½-1½
Føroyar-Luksemburg 4-0
Føroyar-Liktinstein 3-1
Føroyar-Jersey 3½-½
Føroyar-Malta 3½-½
Føroyar-Monako 2½-1½
Føroyar-Kvinnuliðið 4-0
Føroyar-Kýpros 2-2
Føroyar-Guernsey 4-0
Úrslitið av smálandakappingini gjørdist sostatt:
1. Føroyar 17/29 vunnin talv
2. Andorra 14/25
3. Monako 13/24½
4. Kýpros 13/23
5. Luksemburg 11/23
6. Guernsey 7/12½
7. Malta 6/16
8. Jersey 4/11½
9. Liktinstein 4/11½
10. Kvinnuliðið 1/4
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. At vit høvdu báðar okkara sterkastu telvarar við í Malta var heilt avgerandi fyri, at Føroyar vunnu so sannførandi
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum
1. Helgi Dam Ziska 6/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 7/8
3. John Rødgaard 5½/7
4. Luitjen Akselsson Apol 7½/9
5. Jón í Horni Nielsen 3/5
Lutfalsliga stóð 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol seg best av føroysku telvarunum. Hann gongur heili 57 ratingstig fram. Høgni Egilstoft Nielsen forvinnur 11 ratingstig. Hinir standa at kalla í stað.
Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í hesum kappingum, sama hvussu góð úrtøkan er.
Góða úrslitið endurspeglar ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum. Hóast vit til støddar og í fólkatali verri enn so kunnu sammetast við fleiri av hinum smátjóðunum í Evropa, sum vit kappast við í hesum afturvendandi talvkappingunum, so vísir tað seg ferð eftir ferð, at vit roynast drúgvir.
Hetta var sjeynda smálandakappingin í talvi í Evropa, og Føroyar hava staðið seg best samanlagt hesi árini.
Vinnarar í smálandakappingini
2021 Føroyar
2019 Andorra
2017 Føroyar
2015 Luksemburg
2013 Føroyar
2011 Luksemburg
2009 Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2021
Vann í gjár 11. talvið við svørtum fólki og eisini heimsmeistaraheitið
Norðmaðurin Magnus Carlsen er heimsmeistari í minst tvey ár afturat.
Magnus Carlsen endurvann í dag heimsmeistaraheitið, sum hann hevur haft síðan hann í 2013 vann móti táverandi meistaranum, indaranum Viswanathan Anand.
Fríggjadagin vann Magnus Carlsen sítt fjóra sigur í 11. talvinum í HM-kappingini móti russaranum Ian Nepominiachtchi.
Eftir 49 leikir mátti russarin leggja kongin. Tá høvdu teir kappast eina góða løtu í endatalvi, har norðmaðurin alla tíðina hevði stóran fyrimun. Tá tað eydnaðist Magnusi at býta eina svarta kvinnu um við frúgv, var bara ein spurningur um tíð til Magnus aftur kundi kalla seg heimsmeistara.
Nepominiachtchi royndi at verja seg eina løtu, men Magnus hevði alla tíðina tamarhald á spælinum.
Tað er rættiliga óvanligt í nýggjari HM-søgu, at sigurin verður vunnin so tíðliga í kappingini, har tað annars verður spælt best av 14 talvum í fyrsta umfari.
Stóra avrikið hjá Magnusi Carlsen á hesum sinni er framvegis sigurin í maratontalvinum í 6. umfari. Eftir henda ósigurin eydnaðist tað ongantíð Nepominiachtchi at koma fyri seg aftur.
Magnus Carlsen, sum er blivin 31 ára gamal, skal verja heimsmeistaraheitið aftur um tvey ár. Komandi ár byrjar kappingin um hvør skal vera avbjóðari tá.
Átta av heimsins bestu telvarum verða við til ta kappingina. Seks teirra eru longu funnir. Teir eru Ian Nepominiachtchi sum verandi avbjóðari, Teimour Radjabov úr Aserbajan, Jan-Krzysztof Duda úr Polen, Sergey Karjakin úr Russlandi, Alireza Firousja úr Fraklandi og Fabriano Caruana. Caruana spældi móti Carlsen um HM í 2018, og Karjakin í 2016.
Teir seinastu tveir telvararnir verða funnir í eini Fide Grand Prix kapping í Berlin í apríl 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Ingrið Sondum farin
Týsdagin 7. desember 2021 andaði Ingrið Sondum á Velbastað á seinasta sinni her á fold. Men tey 86 árini, hon livdi og virkaði millum okkara, blásti hon anda og lív í so nógv og so mangt, sum fer at liva, virka og vaksa áfram í ókomin ættarlið.
Sum lærari á bæði Sankta Frants skúla, Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, hevur Ingrið lagt vitan, hug og felagsskap í so mangar næmingar. Og fremst av øllum hevur hon í øllum lutum roynt at givið teimum sjálvsvirðing og sjálvsálit. At líta á egin evnir, droyma og taka ábyrgd av egnum lívi og av felagsskapinum við onnur. Uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim, og hvussu ymisk og fjølbroytt, vit eru.
Og Ingrið hevur lagt øllum í beinið at virða og menna sítt egna land, sína mentan, sína tjóð – og sítt egna mál. Hon elskaði hvønn blett og alt livandi í hesum landi. Frá fjalli til fjøru. Og vildi læra øll at virða ta søgu, mentan og teir førleikar, ið ættarlið eftir ættarlið hava bygt í hesi tjóð.
Sum bókavørður og seinni leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, fór Ingrið ígjøgnum heilt til tess at fáa útvegað bøkur, bløð og undirvísingartilfar á føroyskum. Og serliga barnabøkur og undirvísingartilfar til yngstu næmingarnar.
Hon hevði leingi dreymin um at stovna ein barnabókaklubba, og hann gjørdi hon til veruleika! Tað sigst neyvan frá, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri lesihugin og málmenningina hjá børnum og ungum (og foreldrunum) í Føroyum at fáa føroyskar barnabøkur sendandi fleiri ferðir árliga.
Og hygg enn at úrslitunum hjá Niels Jákupi og teimum, ið tóku yvir í Bókadeildini. Eg hugsi mangan um, hvussu takksom og errin vit eiga at vera av øllum, sum her verður skrivað, týtt og givið út – og lisið. Tað er eitt dagligt bragd at menna okkara mál. Skapt av undangongufólki til frama fyri okkum øll.
-----
Undangongufólk var Ingrið somuleiðis í tjóðskapar-, samfelags- og javnstøðumálum. Ingrið var fjórða kvinna í Føroyum, ið tók sæti á tingi. Og sjálv onnur, ið sat á tingi fyri Tjóðveldisflokkin. Hon var varafólk fyri Tjóðveldisflokkin frá 1978-80, og sat tá á tingi saman við Karini Kjølbro og Jonu Henriksen, ið vóru fyrstu kvinnur, ið vórðu valdar á Føroya Løgting í 1978.
Tær tríggjar løgdu beinanvegin uppskot fram um at seta eina nevnd at arbeiða fyri javnstøðu í Føroyum. Tað varð samtykt. Men sum so mangt í tjóðskaparstríðnum, javnstøðustríðnum og sosiala stríðnum í Føroyum, so var tað eitt hart horn at telgja. Ikki fyrr enn í 1994 varð javnstøðulógin samtykt á løgtingi. Men Ingrið sáddi saman við øðrum – og einaferð kemur tað undan, sum verður droymt.
Við stríðnum hjá Ingrið, Karini, Jóngerð, Hildur, Annitu og so mongum øðrum tjóðveldiskvinnum, hevur Tjóðveldisflokkurin síðani higartil havt 27 kvinnur á løgtingi og í landsstýri. Og saman við so mongum øðrum stríðskvinnum tvørturum floksmørk, legði Ingrið sál og orku í Kvinnufelagið, Kvinnusamskipanina og bardagan fyri javnrættindum – sum á ongan hátt er liðugt.
-----
Í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var Ingrið saman við lívskærleikanum Jóannesi ómetaligur stuðul. Beinrakin, opinskárað, segði hon altíð sína hugsan bart út. Síðani eg fór í politikk, havi eg fingið mong góð ráð og stuðul frá Ingrið. Og altíð við tí rættiliga kontanta stílinum, tí kvika tosingarlagnum og hugsjónarligu eggjanini til at ganga fram og taka stríðini beint á og uttan dvøl.
Seinast eg fekk holl ráð og stuðul frá Ingrið var á flaggdegnum í ár. Hon og Jóannes komu spákandi sum vanligt undir hond. Ingrið so løtt uppá sporið sum vanligt. Jóannes meira seigligur. Ingrið segði beinanvegin, at eg nú mátti eg dríva á og stuðla teimum dugnaligu kvinnunum hjá okkum á tingi. Og so legði hon afturat:” Eg minnist so illani tað, sum er her og nú, men hugsjónin er tann sama!”
-----
Ja, Ingrið var ein teirra, sum varð rakt av at gerast minnisveik. Á Alzheimersdegnum í 2019 gjørdu Ingrið og Jóannes eina samrøðu við Útvarpið um at liva við hesi sjúku.
Ingrið ljóðaði púra vanlig. Hon gleddist um, at hon var væl fyri kropsliga. Irriteraðist um, at hon fekk ikki lisið bøkur, tí tá ið hon blaðaði, hevði hon gloymt seinastu síðuna. Hon fegnaðist um, at hon enn mintist alt úr uppvøkstrinum og tí ríka lívi, hon hevði livað. Hon rósti Jóannesi fyri at vera so lagaligur, at hann hjálpti við øllum og mintist fyri hana, so at tey enn livdu saman heima á Velbastað uttan aðra hjálp.
Ingrið legði dentin á at vera takksom fyri tað, vit hava. Hon segði: “Eg eri uppvaksin undir fátækum korum. Eg og Jóannes hava sjálv skapt okkara egna heim, og vit eru ikki í peninganeyð. Vit hava okkara børn og teirra børn. Eg vil njóta tað, so leingi eg kann.”
Jóannes vísti á, hvussu tað kendist við eini slíkari líðandi sjúku, har makin broytist. Men at sjúkan hevði knýtt tey enn meiri saman. Og “ein er vorðin meira solidariskur”, segði hann.
Og teimum líkt, so hugsaðu tey um onnur, tá ið tey vórðu spurd um, hvørja hjálp teimum tørvaði. “Vit eru komin upp í árini. Vit klára okkum sjálv enn. Men hugsið um tey, ið verða rakt av hesum sum ung. Tey mugu fáa alla hjálp, ið gevast kann!”
Tað einasta, ið Ingrið segði seg stúra fyri, var, um hon skuldi gerast einsamøll.
-----
Nei, einsamøll gjørdist Ingrið ikki, tíbetur. Og hóast minnið hjá Ingrið broyttist, fer minnið um hana at liva sterkt. Men nú verður saknaðurin stórur hjá tær, Jóannes. Og hjá Ernst, Djóna og Tórunni við øllum tykkara.
Tykkum senda vit okkara fremstu samkenslukvøður.
Vit fara at sakna Ingrið. Og hvørja ferð vit dagliga halda á við tjóðskaparstríðnum, javnstøðustríðnum og bardaganum fyri at virða okkara egna – og at skapa sjálvsvirðing og sjálvsálit hjá tjóðini og hvørjum einstøkum. Hvørja ferð vit fegnast um, at tað hevur eydnast at menna okkara mál og mentan. Og hvørja ferð vit síggja eitt lítið barn lesa eina føroyska bók ella eina ommu lesa fyri børnum – ella tá ið nýtt tilfar kemur út á føroyskum í nýggjum miðlum. Tá fara vit at senda Ingrið allar mildar tankar.
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald