Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 18. desember 2021 | Nr. 51 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

1963 Ford Galaxie á Tvøroyri

SíÐa 3

1 Leygardagur 18. desember 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Politiskt ráðaloysi

Tað valdar ruðulleiki á politiska økinum í hesum døgum. Í skrivandi stund er fíggjarløgtingslógin fyri 2022 væntandi samtykt í løgtinginum, og í somáta kunnu vit bara fegnast um, at vit yvirhøvur hava eina fíggjarlóg at virka eftir, tá farið verður inn í nýggja árið.

Tí sigast má, at tilgongdin til hesa samtyktina hevur so ikki verið nakað fyridømi í politiskum handverki.

Okkurt bendir á, at tað ikki bara í umstrídda málinum um sammóðir er álvarsligt split í samgonguflokkunum. Arbeiðið við fíggjarlógini hevur eisini víst, at tað haltar álvarsliga í politisku samskipanini millum valdandi samgonguflokkarnar.

Bara tað, at landsstýrisfólk eins og almennir stjórar síggja seg noyddar at fara út í fjølmiðlarnar fyri at greiða almenningi og løgtinginum frá, hvussu høpisleysar nakrar av broytingunum hjá fíggjarnevndini til aðru viðgerð í tinginum er, sigur okkum, at okkurt er gjøgnumgangandi sjúkt við skipanini, sum hon nú virkar.

Og tað er ikki bara fíggjarnevndin, sum skal lastast fyri óskilið. Tað byrjar longu tíðliga í fíggjarlógararbeiðinum, tí longu tá uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram 30. september fingu vit at vita, at henda versjónin av uppskotinum ikki var fullfíggjað, og í høvuðsheitum bert var vegleiðandi. Longu tá fingu vit at vita, at tað fóru at koma stórar broytingar í tingið í sambandi við viðgerðina har.

Tá hetta er útgangsstøðið, er líkasum lagt upp til, at fíggjarlógin verður givin upp til skutils hjá meinigum løgtingslimum at koma við krøvum sambært teirra egnu áhugamálum. Og sostatt kundu vit í ár uppliva nýggjar politiskar ætlanir síggja dagsins ljós, so sum at geva útlendskum viðgerðarstovni beinleiðis atgongd í landskassan og eina ætlan at geva einum partafelagi burtur av játtanini til Visit Faroe Islands so at áhugamálini hjá bóndum kundu gangast á møti í óloystu trætuni um gongd í haga.

Dømini um játtanir í eyst og vest, norð og suður, vóru pínliga nógv í ár. Tíbetur sá tað út til, at samgongumeirilutin fekk rættað upp á skeivleikarnar áðrenn endaligu atkvøðugreiðsluna til triðju viðgerð í gjárkvøldið.

Eftir er so fílurin í salinum – sammóðirin – sum bíðar eftir endaligu avgreiðsluni.

Eftir ta fyri samgonguna kollveltandi atkvøðugreiðsluna mánadagin, varð sagt, at finnast skuldi ein loysn áðrenn málið fekk triðju viðgerð. Eygleiðarar hava ikki fingið eyga á nakra veruliga loysn at finna eina loysn á málinum.

Alt bendir á, ongin atkvøða í løgtinginum hevur flutt seg síðan aðru viðgerð. Spurningurin er nú einans, um tey tingfólkini, sum trýstu á knøttarnar mánadagin, sleppa at trýsta tá málið kemur til triðju viðgerð, eftir ætlan mánadagin.

Tosað hevur verið um at taka víðgangandi stig fyri at forða fyri, at í hvussu so er annað av hesum fólkum sleppur at atkvøða. Nevniliga við at skipa so fyri, at viðkomandi í eini politiskari telving missir sín tingsess.

Slíkt vildi verið smáligt og lítið mansligt.

Hin stóri og spennandi spurningurin er: Fer Miðflokkurin allíkavæl at slíta, um uppskotið verður samtykt. Miðflokkurin fær ikki slíkan møguleika at útinna valdið aftur í nærmastu framtíð...

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6695

    Lisnar síður: 23857

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 18. desember 2021

Føroyski báturin á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini

Enn ber til at fáa ein føroyskan bát smíðaðan, men verður onki gjørt, er vandi fyri, at komandi ættarlið ikki duga aldagamla handverkið at smíða ein føroyskan bát

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í vikuni innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini.

Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

- Hetta er fyrstu ferð, at Norðurlond eru gingin saman um eina innskriving á UNESCO listan yvir siðaarv, og tað er gleðiligt, at tað júst er aldagamli súðubygdi báturin, sum framvegis hevur so stóran týdning í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar fáa eitt evnið innskrivað á UNESCO listan”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.

[object Object]
Umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, føroysku UNESCO nevndina, Tjóðsavnið, Róðrarsambandið og bátafeløg á lítlari samkomu í Uttanríkis- og mentamálaráðnum týsdagin

Síðan 2015 hava bátasmiðir, bátafeløg og søvn úr øllum Norðurlondum arbeitt miðvíst við hugskotinum at fáa norrøna súðubygda bátin settan á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv. Av fyrstan tíð var tað norska Forbundet Kysten, ið samskipaði arbeiðið. Tá ein felags norðurlendsk umsókn varð send UNESCO í mars 2020, var tað norska mentamálaráðið, ið samskipaði arbeiðið við umsóknini vegna øll tey norðurlendsku londini. Fyrr í ár kom so fráboðan frá UNESCO um at umsóknin var fyribils góðkend, og at hon fór at verða endaliga viðgjørd á nevndarfundi fyri UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í desember í ár.

- Bátasmiðir, áhugafeløg, Róðrarsambandið, Tjóðsavnið og øll tey mongu, sum hava staðið saman um arbeiðið at fáa føroyska bátin á UNESCO listan yvir siðaarv hava framt eitt megnar arbeiðið, ið fer at verða føroyska bátinum og okkum øllum til miklan frama. Hjartaliga tillukku við tí. Við at seta føroyska bátin á UNESCO listan binda vit okkum sum samfelag til at vitanin um føroyska bátin og førleikin at smíða og brúka bátin verða varðveitt og førd víðari til komandi ættarlið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, fekk helst sítt eyðkenda vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17. øld. Føroyski báturin er súðubygdur, har kjølurin fyrst verður reistur, og borðini síðan verða sett fyri við kanti yvir kant og klinkað saman í súðunum. Hesin hátturin at smíða bátar hevur verið kendur í minst 2000 ár og er brúktur í øllum Norðurlondum. Stóru víkingaskipini, ið sigldu um høv fyri yvir 1000 árum síðan, vóru súðubygd.

Gjøgnum øldir hevði føroyski báturin stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum. Hann var álitið til fiskiskap, veiðu og til flutning millum oyggjarnar. Í dag verður hann mest brúktur til kappróður og til frítíðarvirksemi, og av tí sama fækkast bátasmiðirnir og brúkið av føroyska bátinum.

Enn ber til at fáa ein føroyskan bát smíðaðan, men verður onki gjørt, er vandi fyri, at komandi ættarlið ikki duga aldagamla handverkið at smíða ein føroyskan bát. Missa vit vitanina og førleikan at smíða og brúka føroyska bátin, missa vit ein part av okkara felags samleika.

UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi er frá 2003. Endamálið við sáttmálanum er at økja virðingina fyri og kunnleikan um siðaarv. Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018. Tað er Tjóðsavnið, sum umsitur sáttmálan um verju av siðaarvi í Føroyum.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

3
Leygardagur 18. desember 2021

1963 Ford Galaxie á Tvøroyri

Úti í Froðba, uttan fyri Tvøroyri, stendur ein bilverkstaður, sum eitur "Verkstaðið hjá Eyðun". Hesin Eyðun Jespersen er, umframt at vera stjóri á verkstaðnum í Froðba, veteranbilaentusiastur burturav. Hann er næstan líka so hopleysur í so máta sum pápi sín, Finn Jespersen og beiggi sín, Gudfinn Jespersen

 
SkrivaÐ:

-

Orð og myndir: Sonne Smith


Og tá ið tað er sagt, so er tað tí, at teir eru allir tríggir um at eiga fleiri ellisakfør. Teir falla fyri einum bili og seta so alt upp á vol fyri at fáa fatur tí bili, sum teir hava fingið gott eyga á. Og hesin bilkærleikin fevnir um allar bilar, gamlar og nýggjar.

Til dømis var Eyðun við í veteranbilafylginum við sínum ansvekjandi 1963 Ford Galaxie, tá ið nýggi Hvalbiartunnilin læt upp tann 8. mai í ár.

[object Object]

Tann dagin gjørdi greinaskrivarin her upp við seg sjálvan, at handa mannin skuldi hann hava fatur á. Tað var nú als ikki so torført, tí at hóast Eyðun hevur óluksáliga nógv at gera saman við beiggja sínum og hinum fyrikomandi monnunum á verkstaðnum, góvu teir sær stundir at fortelja um fyribils tríggjar gamlar bilar hjá sær.

Vit leggja fyri við tí bláa: 1963 Ford Galaxie.

[object Object]

Brøðurnir keyptu hann saman
Eyðun og Gudfinn keyptu Galaxie'in saman. Tó var pápi teirra, Finn, óvguliga hugtikin av bilinum, so hann eigur ein part av honum eisini.

Teir varnaðust, at í 2019 seldi ein advokatur í Havn bilin, sum ein vestmenningur hevði átt. Teir tríggir tvøramenninir bjóðaðu upp á bilin. Soleiðis fingu teir fatur á honum, og fá munnu ivast í, at nettupp Ford Galaxie 1963 er ein tann vakrasti amerikanski bilurin, ið nakrantíð er gjørdur, og sjálvandi langur, breiður og lágur. Ein bilur við 223 hestakreftum úr V8-motorinum – helvtin av einum línubátamotori frá teirri tíðini – og 5.800 kubikk. Ein bensinslúkari, ein tystur motorur, ið
saktans kann fáa eigararnar at fáa ilt í lumman, nú bensinprísurin í skrivandi løtu er 11 krónur fyri liturin.

Teir fóru suður við bilinum, sum hevði staðið í einari garasju í Vestmanna.

Eitt satt dollargrin
Bilurin er bláur við hvítum taki. Ein tann vakrasti blái liturin yvirhøvur, og hetta er haraftrat upprunaliturin, sum hann varð sproytaður umaftgur við í Vestmanna í 2016.

Tú hevur hug at spyrja, hvat hesir maskinsmiðirnir á Tvøroyri við olju á fingrunum hava gjørt við motorin í bilinum, tí tað følist næstan sum at koyra í einum elbili, so kúrrur er hann, og so sjáldsama stór er trekkkraftin.

Brøðurnir skiftu stutt sagt tendring, tendriproppar og káplar og stillaðu karburatorin og annað tiltrongt. Teir hava sett eina elektroniska tendring í, so at platinurnar sita ikki í longur, og tí virkar alt betur enn tað gjørdi frammanundan.

[object Object]

Øll venda sær við
Nú er meiningin at fara út í stóru telduverð at vita, hvussu teir kunnu fáa bilin polstraðan innan. Teir hava kannað ymist, men vita ikki heilt enn, um teir skulu fara uttanlands við bilinum at fáa hann polstraðan, ella kanska fáa onkran hendavegin úr útlondum at fáa hann dygdargjørdan. Í tí sambandi vita teir sum fleiri aðrir her á landi, at teir dugnaligastu polstrararnir eru í Pólandi. Í hvussu er í løtuni, og tað hava teir verið leingi.

Nær hesin 1963 Ford Galaxie tvørabilurin stendur fullprýddur er ein góður spurningur. Eyðun og Gudfinn vita ikki rættiliga. Tíðin gongur so ræðuliga skjótt, tá ið teir hava so nógv annað at gera, men tað skuldi helst verið so skjótt sum yvirhøvur møguligt, tí hetta er ein bilur, sum teir eru glaðir fyri.

Teir eru ikki bara glaðir fyri bilin. Teir eru eisini ernir av honum, tí koyra teir ein túr við honum, vendir hvørt menniskja sær við at hyggja eftir honum, tá ið hann fer bylgjandi eftir vegnum.

[object Object]

Greinin hjá Sonna Smith um bláa Ford Galaxie bilin í Froðba er við vælvild lánt úr blaðnum hjá felagnum Føroya Ellisakfør


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

4 Leygardagur 18. desember 2021

Annika atkvøddi fyri sammóður-lógunum

Enn er ógreitt hvat avleiðingin verður fyri samgonguna

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Øll trý málini viðvíkjandi sammóðurskapi vórðu samtykt við aðru viðgerð á løgtingi mánadagin.

Tá atkvøtt varð vísti tað seg, at fólkaflokskvinnan Annika Olsen, eins og sambandsmaðurin Johan Dahl, atkvøddu saman við andstøðuni.

Sostatt vóru málini samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Tað kom eitt sindur óvæntað, tá Annika Olsen tíðliga undir aðru viðgerð, helt eina brandrøðu fyri uppskotinum hjá andstøðuni.

Annika Olsen segði, at hetta uppskotið als ikki er eitt etiskt mál. Talan er um eitt mál um mannarættindi, tí sambært henni er tað ein sjálvfylgja, at at samkyndar møður báðar fáa foreldramyndugleikan til eitt barn, sum er fingið við eftirgjørdum gitnaði.

Tað ber ikki til at skilja ímillum mannarættindamál, segði Annika Olsen millum annað.

Og eftir røðuna varð hon fagnað av andstøðutinglimum, sum gjørdu viðmerkingar til røðuna. Men Annika Olsen vildi kortini ikki siga, hvussu hon fór at atkvøða, tá málið skuldi avgreiðast við aðru viðgerð.

Tá málið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddi hon fyri.

Hetta elvdi til kreppu í samgonguni, tí Miðflokkurin hevur sagt at flokkurin fer úr samgonguni, um málið verður samtykt. Eisini í Fólkaflokkinum er harmurin stórur, tí ein av teirra hevur atkvøtt fyri málinum.

Málið er ikki endaliga avgreitt enn, hóast tað vanliga plagar at ganga tveir ella tríggir dagar millum aðru og triðju viðgerð.

Nú er triðja viðgerð av málinum sett á skrá fyri tingfundin mánadagin. Sum skilst verður arbeitt fyri eini loysn á málinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

5

Størv

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Landmátari/verkfrøðingur

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Føroya besti KT-ráðgevi?

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024
6 Leygardagur 18. desember 2021

Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn

Men Miðflokkurin vildi ikki víkja frá síni støðu – og so valdi Annika at trýsta á grøna knøttin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Tað var vilji hjá mínum egna flokki og hjá Sambandsflokkinum at ganga ynskjum mínum á møti, men Miðflokkurin var ikki til at víkja.

Soleiðis segði Annika Olsen eftir atkvøðugreiðsluna í tinginum mánadagin, tá uppskotið um sammóðirskap, varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Annika Olsen átti avgerandi atkvøðuna. Sambandsmaðurin Johan Dahl hevði frammanundan boðað frá, at hann fór at atkvøða saman við andstøðuni.

Royndi at finna eina loysn
Tá Annika Olsen tíðliga undir viðgerðini á tingi í dag helt eina brennandi røðu, har hon talaði fyri uppskotinum, tá vildi hon tó ikki siga, um hon fór at atkvøða fyri ella ímóti.

Men í røðu upplýsti hon eisini, at hon í morgun hevði gjørt eina roynd at finna eina virðiliga loysn, sum hon kundi ganga við til.

- Eg ynskti at fáa eitt lyfti frá samgonguni um, at mann var sinnaður at koma við eini lýsn, sum kann tryggja tey børn, ið hesi uppskot snúgva seg um, so at tey fáa somu rættindi, sum onnur børn.

- Eg má siga, at tað var vilji til hetta frá bæði mínum egna flokki, Fólkaflokkinum, og frá Sambandsflokkurin. Men tann triðji flokkurin var ikki til at vika.

Ongin áhugi at ganga henni á møti
Annika Olsen sigur, at orsøkin til, at hon ikki vildi upplýsa fyri tinginum hvat hon fór at atkvøða, var fyri at halda møguleikanum opnum fyri, at samgongan kundi koma við onkrum meðan tingviðgerðin fór fram í dag.

Men einki kom fram – tað vóru bara miðflokkatingmenn umframt tey bæði, ið atkvøddu saman við andstøðuni, sum tóku orðið vegna samgonga undir viðgerðini í dag.

- Tá onki hendi, so valdi eg at fylgja míni sannføring og atkvøða fyri uppskotinum, segði Annika Olsen.

Hvør lagnan hjá samgonguni er, og somuleiðis lagnan hjá Anniku Olsen í Fólkaflokkinum, er framvegis óvist. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

7 Leygardagur 18. desember 2021

Sammóðir er ársins orð

Lurtarar sendu eina rúgvu av uppskotum inn, og nógv av teimum snúðu seg um koronu

Orðið sammóðir hevur elvt til kjak seinastu dagar og sett kílar í samgonguna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins orð var fríggjamorgunin kosið í sendingini Góðan morgun Føroyar. Tað gjørdist "sammóðir".

Lurtarar sendu uppskot inn, og Málráðið valdi síðani tíggju av hesum. Millum tey tíggju var tað bara eitt sum ikki snúði seg um koronu. Og tað var nevniliga tað orðið, sum ikki var um koronu, sum dómsnevndin bleiv samd um at velja sum ársins orð.

- Hugsandi at hetta er ein liður í einari størri broyting. Hóast korona hevur fylt so nógv, hevur hetta málið megnað at sleppa til orðana, og tað sigur nakað um hvussu nógv tað fyllir í huganum hjá fólki. Umframt tað er tað málsliga áhugavert, segði Ragnar Sigrunarson, sum var í dómsnevndini.

Hesi tíggju vóru í uppskoti:

álit
koppseting
koronupass
negativur
positivur
prik
sammóðir
smitta
smittutøl
tilmæli

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

8 Leygardagur 18. desember 2021

Løgmaður bjartskygdur um eina loysn

Samgongan stóð ikki saman í málinum um sammøður. Uppskotið varð samtykt mánadagin. Men eftir fund í lítlu samgongu mánakvøldið sigur løgmaður, at flokkarnir arbeiða við einari loysn á málinum

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Málið um sammóður varð samtykt við aðru viðgerð í løgtinginum seinnapartin mánadagin, og stór frøi er á andstøðuni og ikki minst teimum, sum hetta rakar.

Men allar súður eru ikki syftar enn. Fundur var í lítlu samgongu seint seinnapartin, har kreppan varð viðgjørd. Miðflokkurin hevur sagt, at verður hetta málið samtykt, er eingin samgonga. 

Eftir fundin mánakvøldið, var tað ein bjartskygdur løgmaður, sum Dagur og Vika hitti.

- Vit hava havt ein góðan fund, har vit eru komin inn á nøkur vkðurskifti um, hvussu vit kunnu greiða hetta málið, og vónandi soleiðis at alt løgtingið kann taka undir við tí, og geva øllum børnum í Føroyum javnbjóðisrættindi út frá verandi lógaruppskoti, sum er í løgtinginum. Hetta soleiðis at øll vera javnbjóðis óansæð hvussu teirra forsyrgjarar hava valt at skipa síni viðurskifti, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Dag og Viku.

Hann segði at teir næstu dagarnar verða brúktir til at arbeiða víðari við hesum, og eitt nú fara út í baklandið hjá flokkunum at umrøða hetta.

Løgmaður vildi ikki fara í smálutir um loysnina, sum lítla samgonga kom fram til.

Triðja viðgerð av málinum er sett á skrá til tingfundin mánadagin. Enn er onki frætt frá samgonguni, hvat ein møgulig semja í hesum máli inniber.

Bæði Johan Dahl og Annika Olsen hava síðan sagt, at tey ongar ætlanir hava um at atkvøða fyri einum øðrum máli enn tí, ið varð samtykt við aðru viðgerð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

9 Leygardagur 18. desember 2021

- Virdu mannarættindi hægri enn tað haftið tey í samgonguni vóru bundin av

- Lat tað vera okkum ein lærupeningur, at man aldrin aftur kann læsa fólk fast í einari líknandi støðu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen

Eyðdis Hartmann Niclasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tvey av okkara samgongu tingfólkum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, virdi mannarættindi hægri enn tað haftið, sum tey í samgonguni vóru bundin við. 

Soleiðis skrivar nummar ellivu á sambandslistanum á Facebook eftir atkvøðugreiðsluna á løgtingi mánadagin. Hevði Helgi Abrahamsen farið í farloyvi frá løgtinginum, tá hann sum varamaður tók sæti á Fólkatingi, hevði Eyðdis Hartmann Niclasen komið inn sum varafólk í løgtinginum.

Hetta valdi man ikki at gera, tí Eyðdis Hartmann Niclasen hevði atkvøtt fyri uppskotinum um sammóður. 

Tað bleiv kortini samtykt við 17 fyri og 16 ímóti. Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur verið púra greiður frá byrjan um, at hann fór at atkvøða fyri, men Annika Olsen í Fólkaflokkinum tók øll á bóli, og atkvøddi fyri uppskotinum. Hetta hóast samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum binda seg til at atkvøða samlað tá andstøðuppskot eru til viðgerðar.

[object Object]Eyðdis Hartmann Niclasen fekk 210 atkvøður á Løgtingsvalinum í 2019. Hon er nummar ellivu á listanum hjá Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Lat tað vera okkum ein lærupeningur, at man aldrin aftur kann læsa fólk fast í einari líknandi støðu, har man sum samgongutingfólk skal kenna seg noyddan at vera við til at diskriminera onkran bólk í okkara samfelag, fyri at varðveita eina samgongu.

Hví skal man virða demokratiið so lítið, at man fer at hótta eina samgongu, í staðin fyri heldur at virða, at “fólkið” hevur talað. Eg havi ringt við at síggja, hvussu vit sum eitt fólk skulu trívast saman framyvir, um ikki vit kenna okkum vard av demokratiinum, skrivar Eyðdis Hartmann Niclasen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

10 Leygardagur 18. desember 2021

Fuglakrím staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum

- Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum. Lítil sannlíkindi eru fyri, at tað smittar fólk - heitt verður á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tveir skúgvar í Føroyum eru staðfestir positivir fyri fuglakrím. Hetta er greitt, eftir at sýnir vóru send til Statens Serum Institutt (SSI) í hesi vikuni. Enn vænta nærri útgreiningar av sýnunum, ið staðfesta hvat slag av fuglakrími talan er um. Hesi svarini væntast fyrst í næstu viku.

Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið fylgir støðuni, frá. Í hesum sambandi heitur stovnurin á, at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. 

- Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar. Boðast kann frá á [email protected].

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fólk.

Tað er vanligt í Føroyum at eta dunnu ella gás á jólum. Ein partur av hesum fuglunum er heimafuglur, ið er aldur í Føroyum, og hetta er tíðin, tá ið heimafuglurin verður dripin og fingin til høldar.

- Tað slagið av fuglakrími, ið hevur herja í okkara grannalondum í seinastuni, hevur víst seg at hava lítil sannlíkindi at smitta til fólk. Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan minna fólk á at halda sera gott reinføri, tá ið fuglurin verður dripin, hagreiddur og tilgjørdur. Maturin skal hitast væl; kjarnuhitin skal vera minst 75 ºC. Mint verður á, at sjónliga sjúkur fuglur ongantíð skal nýtast til matna, skrivar hfs.fo, ið er hevur fylgjandi boð um, hvussu eigarar av heimafugli kunnu taka nøkur fyrilit: 

- Um heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar. Annars vilja øll tiltøk, ið skerja sambandi millum heimafugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra til at smittuvandin verður tálmaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

11 Leygardagur 18. desember 2021

Nú skulu øll kannast við markið

Nú verða øll ferðandi til Føroya aftur kannað við komu til landið. Einki gjald verður tikið fyri kanningarnar í ár, men væntandi skulu ferðandi rinda fyrst í komandi ári

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú verða øll ferðandi til Føroya aftur kannað fyri koronu við komu til landið. Skipanin byrjaði hósdagin.

Kravt verður av øllum ferðandi, 12 ár og eldri, at tey verða kannað. Ferðandi undir 12 ár kunnu eisini lata seg kanna, um tey ynskja tað.

- Eg fegnist um at vit nú fara at kanna øll við markið. Jólini eru í hondum, og skulu vit minka um smittutrýstið og samstundis taka væl ímóti okkara útisetum, so eru kanningarnar við markið avgerandi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald, og at kanna seg aftur tveir dagar eftir komu. Heimauppihaldið endar ikki fyrr enn negativt úrslit fyriliggur av kanningini annan dagin eftir komu.

Einki gjald verður tikið fyri kanningarnar í hesum árinum. Væntandi verður gjald sett á kanningarnar fyrst í komandi ári. Landsstýrið hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

12 Leygardagur 18. desember 2021

Skjótt fer Apoteksverkið at taka sær av koppsetingunum

Tað er sjúkrahúsverkið, ið hevur umbiðið tað. Byrjað verður í Klaksvík millum jól og nýggjár - tað er ikki greitt, nær tað verður flutt aðrastaðni

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nøkur starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi fara framvegis at vera partur av koppsetingartoyminum, men tó mest í mun til ta umsitingarliga. Trupulleikar eru har við at lyfta uppgávuna, tí starvsfólk hava seinasta árið nýtt nógva orku uppá koppsetingar - hava gjørt slakar 20.000 koppsetingar- umframt at so nógvar aðrar uppgávur eru.

Hetta var Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, inni á í tíðindunum í Kringvarpinum fríggjadagin. 

Líknandi støða er á Tvøroyri, men tað verður í fyrstu syftu bara í Klaksvík, at tað verður Apoteksverkið, ið fer at standa fyri kanningunum. Tað er Sjúkrahúsverkið, ið hevur biðið um at flyta koppsetingarnar til Apoteksverkið.

- Nú er avtala gjørd við Apoteksverkið um, at koppsetingarnar í Klaksvík frameftir verður á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi. Fyrstu koppsetingarnar verða á apotekinum tann 28. desember.

Hesum boðaði Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi fríggjadagin. Starvsfólk í Apoteksverkinum, sum skulu blanda og prika, skulu nú hava undirvísing í koppseting. Hjalti Gunnarstein sigur við Kringvarpið, at tað ikki er greitt, nær byrjað verður á hinum apotekunum ella um lækni fer at vera til staðar.

Tað er tó greitt, at tað at børn ikki verða koppsett á apotekinum - tað verður hjá kommunulækna - og at koppsett ikki verður í upplatingartíðum hjá apotekinum, men nakrar aðrar tímar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

13 Leygardagur 18. desember 2021

Tíggju milliónir afturat til koronukanningar

Fíggjarmálaráðharrin hevur biðið um tíggju milliónir, sum skulu brúkast upp á koronukanningar teir 15 dagarnar, sum eru eftir av mánaðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Oman fyri 600.000 krónur um dagin restina av árinum fyri koronukanningar er tað, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum biðjur løgtingið um.

Uppskot til eykajáttan kom í løgtingið mikudagin, har biðið verður um 10 milliónir til koronukanningar.

Farsóttarnevndin hevur tikið avgerð um, at koronukanningar aftur skulu gerast av øllum ferðandi til Føroya. Fram til ársskiftið er tað landskassin, sum rindar fyri kanningarnar, og er kostnaðurin mettur til 2,5 milliónir krónur.

Metingin frá Sjúkrahúsverkinum vísir, at brúk er fyri um 7,5 milliónum krónum í meirjáttan, um koronukanningarnar skulu halda fram restina av árinum. Metingin tekur støði í, at 2.100 kanningar verða gjørdar um dagin.

Løgtingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum í hesum málinum, og tað verður tí avgreitt áðrenn tingið fer í jólafrí.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

14 Leygardagur 18. desember 2021

Gerast sjáldan álvarsliga sjúk: Koppseta nú kortini 5-11 ára gomul móti koronu í Føroyum

Tey gerast sjáldan álvsarsliga sjúk av koronu. Kortini eiga tey at vera koppsett, so tey ikki vera rakt av sosialt avmarkandi inntrivum, siga myndugleikarnir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast tey sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum at steðga smittuútbreiðsluni, verða tey ikki koppsett.

Tað boðaði Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi seinnapartin í sambandi við, at 5-11 ára gomul børn nú fáa tilboð at koppseta seg ímóti koronu.

Kommunulæknarnir fara at taka sær av at koppseta børnini. At byrja við verður talan um støkk-inn koppsetingar.

Danski heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, mælir til at koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini. ES-heilivágsmyndugleikin EMA viðmælti 25. november, at koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, vit brúka í Føroyum, verður brúkt at koppseta tey 5-11 ára gomlu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

15 Leygardagur 18. desember 2021

Náturligt órin verjir betri fyri koronu enn koppseting í sær sjálvum

Hetta vísir ein nýggj ritmynd, sum SSI hevur gjørt við donskum tølum. Heilsustýrið vísti annars á nakað annað í síðsta mánaða, tá kunngjørt var, at longdin á koronupassinum fyri tey, ið áður hava verið smittað, og sum ikki eru koppsett skuldi niður

Heilsumálaráðið og heilsustýrið hava víst á, at tey vita, at nátúrliga verjan er verri enn koppsetingin. Nýggj tøl vísa tó, at saman eru tey sterkast, og um hugt verður hvør sær, so hava tey, sum "bara hava verið smittað við koronu" sterkari órin yvir longri tíð (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit vita, at verjan ikki er eins góð fyri tey, sum áður hava verið smittað - í mun til tey koppsettu. Tað er okkara grundgeving fyri at seta markið niður. 

Hetta segði varastjórin í Sundhedsstyrelsen (danska heilsustýrinum), Helene Probst, við Berlingske fyri einum mánaði síðani, sum ein útgreinandi viðmerking til tað, sum lagt varð fram á tíðindafundi 8. november. 

Upplýst varð tá tá, at koronupassið hjá teimum, sum hava havt koronusmittu, men sum ikki eru koppsett, skuldi ikki longur vera galdandi í eitt ár men seks mánaðir. Á nevnda tíðindafundi varð ikki komið nærri inn á avgerðina, men varastjórin í Heilsustýrinum segði við Berlingske, at nýggj vitan um munin var ein av høvuðsorsøkunum, og víst varð til eitt notat, sum var á veg.

Hetta kom út 30. november, sambært Berlingske, men í teimum níggju síðunum er ógvuliga lítið - um einki - ið veruliga stuðlar undir hesum útsagnunum og hetta hevur millum annað Allan Randrup Thomsen, professari í virologi við Københavns Universitet, sagt við miðilin. Hann vísir eisini á, at Heilsustýrið hevur lagt ov nógvan dent á nakrar serstarkar kanningar, og á sjálvt andevni móti covid-19 og ikki immunverjuna sum heild. Hetta hevur eisini givið nøkur villeiðandi úrslit í ymsum kanningum.

Í notatinum verður komið inn á kanningar úr ymsum londum, men tær flestu vísa á, at órinið í høvuðsheitinum er sterkt, eftir at ein hevur verið smittaður við covid-19. Komið verður inná, at í nøkrum førum kann ikki vísast á órin eftir smittu - hetta kann millum annað vera hjá fólki - ið hava verið lítið rakt av smittuni.

Samlaða myndin er, at órinið er gott og sterkt fyrstu tíðina eftir bæði koppseting og smittu, men at tað minkar í báðum førum. Faktorarar sum aldur og aðrar sjúkur kunnu spæla inn, í mun til hetta. Einki stóð beinleiðis um, hví tað varð viðmælt at skera longdina á koronupassinum hjá summum niður í helvt - tað varð sambært Berlingske tikið úr, havið var einki vísindaligt grundarlag var.

Hinvegin vísur nýggja ritmyndin (grafurin) hjá Statens Serum Institut niðanfyri, ið er bygd á fesk tøl í Danmark, at tað er stórur munur á, hvussu sterkt órinið er í ymsu førunum. Um ein hevur havt smittu og eg koppsettur, so er verjan sterkast. Íhvussu er fram eitt hálvt ár og eitt sindur meira enn tað - tað er ikki tøl uppá longri tíðarskeið enn, tí tað eru lutfalsliga fá, ið hava verið koppsett longri enn tað í Danmark, sum eisini hava havt smittu.

[object Object]
Mynd: SSI - Berlingske

Greiði munurin sæst, tá farið verður uppum tríggjar mánaðir, og komið er uppá eitt hálvt ár eftir, har verjan hjá koppsettum í miðal liggur á beint yvir 40 prosentum, meðan hon hjá smittaðum, ið ikki eru koppsett, er yvir 80. Munurin gerst størri, longur tíðin gongur, tí hjá "bara-koppsettum" fer talið rímiliga skjótt niðureftir, men tað sama ikki er galdandi sum hjá "bara-smittaðum"

Fyrivarni skal takast við kanningini, tí tølini eru so nýggj, fólk hava ikki verið  koppsett so leingi - og har eru tað eisini nógv eldri og útsett fólk, ið er umboðaði í tí bólkinum. Allan Randrup Thomsen sigur eisini við Berlingske, at tað ikki er vist, at hesir bólkarnir kunnu samanlíknast so beinleiðis ein til ein. Professarin sigur tó eisini, at tá munurin er so stórur, so torir hann í øllum førum at staðfesta, at nátúrlig smitta í øllum førum ikki gevur verri verju enn koppseting, ið heilsustýrið í Danmark annars hevur víst á. Hetta merkir, at um ein hevur verið smittaður, so er tað júst tað ein góð verja fyri at verða smittaður aftur - ein verja ið er sterkari saman við koppseting í øllum førum hálvt ár, men sum er veikari hjá persóni, sum ikki hevur verið smittaður; sjálvt um viðkomandi er koppsettur.

Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, skrivaði sunnudagin, í svari uppá fyrispurning frá farsóttarnevndini í Fólkatinginum um hvar vísindaliga grundarlagið var viðvíkjandi avgerini um koronupassið. 

- Det sker bl.a. på grund af nyere viden om vigende immunitet sammenlignet med vaccination.

Hetta stóð í grundgevingini á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Hetta vísti Heunicke eisini til í svarinum - ta omanfyrinevnda notati, ið ikki kundi staðfesta uppáhaldi. Fyri viku síðani kom danska Heilsumálaráðið við boðum um, at koronupassið nú er galdandi í sjey mánaðir eftir seinna prik, fyri øll ið eru yvir 18. Hetta orskaða av fallandi órini fyri allar aldursbólkar yvir tíð. Mælt varð til endurkoppseting - triðja prik - eitt hálvt ár eftir koppseting nummar tvey.

Hetta er eisini galdandi í Føroyum, har tað nú eisini er møguleiki fyri at koppseta børn millum fimm og ellivu ár. Hetta verður ikki fyrst og fremst gjørt fyri at verja tey fyri smittu/sjúku, men so tey ikki verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum, sum verða gjørd fyri at steðga smittuútbreiðsluni, boðaði føroyska Heilsumálaráðið frá í vikuni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

16
Leygardagur 18. desember 2021

Fer úr Vinnuhúsinum í Havstovuna

Marita Rasmussen er sett sum stjóri á Havstovuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni.

Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærda háskulanum í Tromsø og master í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen.

Seinastu 14 árini hevur Marita starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Áðrenn tað hevur hon starvast innan føroysku fiski- og alivinnuna. Marita hevur javnan luttikið og virkað innan føroyska granskingar- og menningarøkið.

Marita Rasmussen byrjar í starvinum sum stjóri á Havstovuni eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

17
Leygardagur 18. desember 2021

Mælir til at lata Føroyabanka upp fyri fiskiskapi eftir hýsu og longu

Havstovan hevur latið sítt tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022

(Savnsmynd: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Havstovan hevur latið sítt tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2022 til landsstýrismanninum við fiskivinnumálum.

Við støði í umsitingarætlanini frá 6. mai 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5 prosentum, og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5 prosentum.

Gagnnýta Føroyabanka 
Á Føroyabanka hava fleiri vinnuligar royndir verið gjørdar í 2019 - 2021. Úrslitini frá hesum royndum vísa, at tað er framvegis sera lítið at fáa av toski í mun til onnur fiskasløg, men at tað eru stórar nøgdir av hýsu og longu á Føroyabanka.

Fyri at gagnnýta hetta tilfeingið, mælir Havstovan til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka.

Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri, verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

Tilmælið sæst her 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

18
Leygardagur 18. desember 2021

Føroyar og Russland gjørt avtalu um fiskiskap fyri 2022

Samráðingar millum londini vóru í Havn síðst í november, og kvoturnar vera nakað minni enn í 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Russland skrivaðu 26. november undir fiskiveiðuavtalu fyri 2022. Samráðingarnar vóru í Havn hósdagin 25. og fríggjadagin 26. november.

Undan samráðingunum var greitt, at heildarkvoturnar, sum báðir partar hava tøkar í 2022, verða væl minni enn í 2021. Russland og Noreg hava avrátt, at toska- og hýsukvoturnar lækka ávikavist 20% og 24%, meðan strandarlondini eru samd um, at heildarkvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild lækka ávikavist 19%, 8% og 7%. Hesi viðurskifti settu sín dám á samráðingarnar.

Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi lækka við 2.760 tonsum í 2022. Tað er ein lækking upp á um 13%. Føroyska toskakvotan verður 15.356 tons ímóti 17.690 tonsum í ár, og hýsukvotan verður 1.343 tons ímóti 1.769 tonsum í ár. Kvotan av flatfiski verður óbroytt 900 tons.

Russisku uppsjóvarkvoturnar í føroyskum sjógvi lækka við tilsamans 9.000 tonsum. Svartkjaftakvotan lækkar við 7.000 tonsum niður í 75.000 tons; makrelkvotan lækkar við 1.200 tonsum niður í 13.300 tons og sildakvotan við 800 tonsum til 9.200 tons.

Russland boðaði frá, at serlig nevnd er sett at greina grundarlagið undir rækjufiskiskapinum í russiskum sjógvi. Fyrr enn henda greining er liðug, kann Russland ikki játta nøkrum skipum – hvørki russiskum ella fremmandum – loyvi at fiska rækjur. Harumframt boðaði Russland undir samráðingunum frá, at útlitini fyri rækjufiskiskapi í russiskum sjógvi ikki eru góð, og at Føroyar ikki kundu fáa rækjukvotu í 2022.

Frá føroyskari síðu varð gjørt greitt, at rækjukvotan er so týðandi partur av føroysku veiðimøguleikunum í russiskum sjógvi, at Føroyar als ikki kundu góðtaka hetta útspælið frá Russlandi. Niðurstøðan var, at føroyska rækjukvotan í 2022 verður 2.500 tons, men fiskiskapurin kann tó ikki byrja, fyrr enn greiningin av rækjustovninum er gjørd. Tá skulu russiskir myndugleikar eisini viðgera, um føroyska rækjukvotan verður 4.000 tons heldur enn 2.500 tons.

Eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi hava seinastu árini arbeitt fram ímóti at gera eina skipan millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Í tí sambandi varð ein avtala um samstarv undirskrivað. Í 2022 verður skipanin royndarkoyrd við skipum frá báðum pørtum. Miðað verður ímóti, at frá 2023 verða allar fráboðanir frá skipunum hjá báðum pørtum sendar talgilt. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021

19
Leygardagur 18. desember 2021

Fiskiveiðiavtala við Ísland á sama støði sum í ár

Botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav up til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Ísland hava gjørt semju um eina fiskiveiðiavtalu fyri komandi ár, sum er á sama støði sum tann fyri 2021.

Avtalan ber í sær, at føroysk skip, eins og árini frammanundan, kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan, eins og áður, verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5 prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

- Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður, umframt íslendskar kunngerðir, skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

20 Leygardagur 18. desember 2021

Sansir avlop upp á 1,7 milliónir í 2020

Felagið handan blaðið Kvinnu og eitt nú viðirslønvinnandi marknaðarføringsátøk hjá Visit Faroe Islands hevði aftur eitt gott ár í fjør

Tór Verland Johannesen er ein av stjórunum í Sansum. Her á Jobmatch 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Felagið handan føroyska magasinblaðið Kvinna og annars alskyns marknaðarføringsuppgávur av eitt nú Visit Faroe Islands og nógvum øðrum føroyskum fyritøkum, kundi fyri 2020 framleggja eitt avlop á 1,7 milliónir krónur, har partaeigararnir fingu 1 millión útgoldna í vinningsbýti.

Roknskapurin hjá Sansum fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin gjørdist 8,9 milliónir krónur. Hetta er 5 prosent lægri enn í 2019, tá bruttovinngurin var 9,4 milliónir.

Starvsfólkastnaðurin í 2020 var 6,8 milliónir krónur, sum er 600.000 krónur ella 8,5 prosent lægri enn í 2019. Tað eru í alt 18 starvsfólk hjá Sansum sambært heimasíðuni.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, eisini nevnt ebidta, var 2,1 milliónir krónur, samanborið við 2,0 milliónir í 2019.

Ársúrslitið í 2020 gjørdist eitt avlop upp á 1,7 milliónir sammett við 1,3 milliónir krónur í 2019. Vøksturin var 28 prosent.

Fíggjarjavnin hjá Sansum er øktur úr 4,9 í 2019 til 6,5 milliónir krónur í 2020. 

Støðisognirnar eru 800.000 krónur, sum er áleið tað sama sum í 2019. Ogn í umferð hinvegin er økt úr 4,2 til 5,7 milliónir krónur í 2020. 

Eginognin hjá Sansum er minkað úr 2,0 milliónum í 2020 til 1,8 milliónir krónur í 2020, sum stavar frá útgoldnum vinningsbýti á 1 millión krónur fyri 2020.

Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020, meðan stuttfreistaða skuldin er økt úr 2,9 í 2019 til 4,8 milliónir krónur í 2020.

Størru partaeigararnir í Pf. SansiF eru sambært Skráseting Føroya hesir: Spf. BKH Invest, Spf. LLM Íløgur, Spf. Sniðja og Spf. TVJ.

Stjórar í Sansir eru Lena L. Mohr og Tór Verland Johansen. Nevndarformaður er Bogi Karbech Henriksen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

21 Leygardagur 18. desember 2021

27.513 løntakarar í november

Hetta eru beint yvir 300 fleiri enn fyri júst einum ári síðani - seinastu mánaðirnar hevur vøksturin verið heilt lítil. Talan er um 14.142 menn og 13.371 kvinnur

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað vóru beint yvir 27.500 í løntakaraskaranum í november. Hetta vísa tøl hjá Hagstovuni. Fyri einum ári síðani vóru 27.191, og harvið er talan á ein vøkstur upp á 1,2 prosent.

Vøksturin seinastu mánaðirnir hevur verið lítil, men talið er væl størri enn í apríl 2020, ið er heilt stóra fallið á grafunum - tað var í byrjanini av koronufarsóttini, og tá vóru yvir 2.200 færri løntakarar, enn tað eru nú.

[object Object]

Hagstovan boðar frá, at í november vóru um 14.150 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er nærum 150 fleiri menn og beint yvir 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

Í mun til vinnugreinabýtið, sæst ein vøkstur í privatu tænastuvinnunum har tað næstan eru 400 fleiri fólk enn fyri einum ári síðani. Løntakaratalið í byggivinnuni  er minkandi.

[object Object]

(Hagstova Føroya - fleiri grafar síggjast á hagstova.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

22 Leygardagur 18. desember 2021

Nýggjar mannagongdir fyri útflutning til Stórabretlands

Frá 1. januar 2022 skulu fyritøkur, sum útflyta eitt nú fiskavørur, fiskamjøl ella fóður til Stórabretlands, verða skrásettar í ensku innflutningsskipanini IPAFFS

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá 1. januar 2022 skulu fyritøkur, sum útflyta eitt nú fiskavørur, fiskamjøl ella fóður til Stórabretlands, verða skrásettar í ensku innflutningsskipanini IPAFFS (Import of products, animals, food and feed system), og samstundis verður krav um, at sendingar skulu fráboðast í skipanini. Umframt hetta verða onnur krøv sett í gildi seinni í árinum.

Síðani Stórabretland fór úr ES 1. januar í ár, hevur bretska umsitingin arbeitt við at fáa greiðu á, hvussu heilsufrøðiligu krøvini og mannagongdirnar skulu vera fyri innflutningi av vørum av animalskum uppruna, herundir fiskavørum. Tað hevur víst seg, at skipanirnar ikki hava verið klárar at seta í verk, og tí hevur í fleiri umførum verið neyðugt at útseta íverksetanina av krøvunum, skrivar Vinnuhúsið.

Frá 1. januar næsta ár verður tó krav um, at útflytarar skulu skráseta seg í talgildu innflutningsskipanini, eins og neyðugt verður við pre-notifikatión í skipanini í minsta lagi fýra tímar áðrenn sendingin kemur til Bretlands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

23 Leygardagur 18. desember 2021

880.000 krónur komu inn

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, sum varð send í sjónvarpinum sunnukvøldið. Samanlagt fáa 550 børn í ár jólahjálp frá Í Menniskjum Góður tokki-átakinum

Stephanie Trónd Larsdóttir skipaði herfyri fyri loppumarknaði til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Í sendingini handaði hon Barnabata kekkin (Skíggjamynd frá sendingini: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning, er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember. Inn komu yvir 880.00 krónur.

Hetta er met nógv.

Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað við at hon í oktober mánaði skipaði fyri stórum loppumarknaði, til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Sum tølini vísa, var undirtøkan sera stór til hetta átak.

Eins og undanfarna ár, stuðlar Reyði Krossur Føroya átakinum hjá Barnabata við 1.000 krónum fyri hvørja umsókn.

260 umsóknir um jólahjálp eru í ár komnar inn til Barnabata, og samanlagt fáa 550 børn jólahjálp.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

24 Leygardagur 18. desember 2021

– Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Minnist til at hugsa um, hvat burturkast kann fara í hvíta, reyða og gráa posan, sigur IRF, sum hevur gjørt eina vegleiðing til, hvussu burturkastið skal skiljast um høgtíðina

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Tað sigur IRF, sum heitir á fólk um at hugsa um, hvat burturkast kann fara í hvíta, reyða og gráa posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á bingjuplássið.

– Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.

IRF hevur gjørt eina vegleiðing til, hvussu tú skilir burturkastið um høgtíðina:

Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast. Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.

Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.

Reyði posi: Ljósperur, battarí (í krukku við loki), elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.

Bingjuplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

25 Leygardagur 18. desember 2021

Havnalagið og martimaumhvørvið høga raðfesting

Í fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri 2022 eru 1,175 milliónir krónar settar av til íløgur á havnalagið og maritimaumhvørvið í kommununi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havnalagið og maritima umhvørvið í Vágs Kommunu hava fingið høga raðfesting í komandi fíggjarárið. Í alt eru settar av 1,175 milliónir krónur til íløgur í eitt nú oljukaiina og bátahylin.

Á havnaøkinum skula dagføringar gerast á oljukaiina á Oyrunum. Pengar eru settir av í fíggjarætlanini til forkanningar og ráðgeving í samband við arbeiðið.

– Hetta er eitt átrokandi mál, tí longu í 2014 varð staðfest, at oljukaiin var í ringum standi, sigur Marin H. Gaardlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.

Aftur at dagføringina á oljukaiina verður bátahylurin dagførdur.

– Bátahylurin á Oyrunum skal eisini dagførast. Umstøðurnar kring bátahylin á Oyrunum eru versnaðar nógv tey síðstu árini. Tí fegnast vit um, at loksins verður farið undir at dagføra bátahylin. Ætlanin er at dýpa bátahylin og gera aðrar ábøtur, sigur Marin H. Gaardlykke.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021

26
Leygardagur 18. desember 2021

Heimsins størsta vaskimaskina til nótir

Nomatek hevur nú framleitt tvær stórar nótavaskimaskinur – eina til Vónina á Norðskála og eina til Hampiðjan í Ísafirði

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nomatek framleiddi fyrr í ár eina nótavaskimaskinu til Vónina, sum er 60 kubikkmetrar, og harvið ein av heimsins størstu nótavaskimaskinum.

Síðani hevur Hampiðjan í Íslandi, sum í dag eigur Vónina, keypt eina sama slag til nýggja nótavirkið á Ísafirði. Hampiðjan er eitt av fremstu virkjunum í heiminum innan framleiðslu og menning av trolum, nótum og alinótum.

Orsøkin til at nótavaskimaskinurnar eru so stórar er, at nótirnar í dag eru upp í 220 metrar í ummáli og 15 metrar djúpar. Hesar nótirnar viga um 20 tons, tá tær koma upp úr sjónum.

Nótirnar verða umleið eina ferð um árið vaskaðar og sóttreinsaðar.

Vatnið frá vaskingini krevur eina serstaka reinsing, serliga tí nótirnar kunnu vera impregneraðar við kopari. Tí hevur Nomatek saman við Vónini á Norðskála ment eina reinsiskipan, sum reinsar kopar og onnur evni úr nótunum.

Bæði vaskimaskinan og reinsiskipanin eru automatisk, og øll stýringin, programmeringing og el-arbeiðið verður veitt av RV Tøkni í Klaksvik.

Nú hevur Hampiðjan eisini bílagt eina kompletta reinsiskipan til Ísafjørðin.

Hampiðjan varð stovnað í 1934 í Reykjavík, og eru í dag á 35 støðum runt um í heiminum. Í sambandi við alingina byggja teir út við nótavirkjum við vasking og turking av alinótum.

Prísurin fyri vaskimaskinu og reinsiskipan íroknað stýring liggur um 8 milliónir krónur.

Nomatek hevur tey síðstu 15 árini framleitt vaskimaskinur til alinótir til nótavirkið hjá Vónini á Norðskála og hevur í nógv ár verið ein høvuðsveitari til ali- og fiskivinnuna.

Tíðindaskriv frá Nomatek 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

27 Leygardagur 18. desember 2021

J&K Petersen lægsta boð upp á Fámjinstunnilin

Eftir ætlan skal tunnilin verða liðugur á sumri 2024. J&K Petersen metir seg klára at gera tunnilin fyri góðar 155 milliónir krónur

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lisitatión var á Landsverk hósdagin í sambandi við nýggja Fámjinstunnilin, sum eftir ætlan skal vera liðugur á sumri 2024.

J&K Petersen átti lægsta tilboðið millum tey trý innkomnu, og metir seg klára at gera tunnilin fyri 155,4 milliónir krónur.

Tilboðið frá Articon var eina góða millión dýrari, 157,6 milliónir krónur meðan MT Højgaard var dýrast við 218,7 milliónum krónum.

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið, sigur stovnurin.

Nýggja farleiðin til Fámjin verður 2,6 kilometrar samanlagt. Tunnilin verður umleið 1,2 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður. Harumframt skulu umleið ein kilometur av vegi gerast Ørðavíkarvegin, og umleið 400 metrar av vegi skulu gerast Fámjinsmegin.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

28 Leygardagur 18. desember 2021

Húsini illa farin

Uttari partur er illa brendur, meðan stórur roykskaði er í vestara parti av húsunum, sigur átaksleiðarin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eldur kom týsdagin í eini sethús á Marknoyri í Vági. Suðurrás veit at siga, at fólk komu á staðið beinanvegin, og maðurin sum var inni í húsinum, varð fingin út.

Sløkkiliðið í Vági og sløkkiliðsbilur av Tvøroyri komu á staðið, og eldurin varð sløktur.

Gudmund Jacobsen, átaksleiðari í Vágs kommunu, sigur við Suðuroyarportalin, at húsini eru illa farin.

- Uttari partur er illa brendur, meðan stórur roykskaði er í vestara parti av húsunum, sigur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

29 Leygardagur 18. desember 2021

Nýggjur sýslumaður í Streymoyar sýslu, Vága sýslu og Sandoyar sýslu 1. februar

Kristjan Martin Joensen avloysir Finnboga Midjord, ið er farin frá fyri aldur. Hann var ein av trimum, ið søktu, sambært Kringvarpinum

Kristjan Martin Joensen (Mynd: KvF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kristjan Hans Martin Joensen verður skjótt triðji sýslumaðurin í Føroyum. Eingin er í løtuni fastur sýslumaður í Streymoyar sýslu, Vága sýslu og Sandoyar sýslu, tí Finnbogi Midjord fór frá 1. oktober. 

Eftir nógv ár í starvinum fór hann frá fyri aldur. Tríggjar umsóknir komu til hansara starv, og tað var Kristjan Martin Joensen, ið fekk tað.

Kringvarpið skrivar, at hann tekur við starvinum 1. feburar 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

30 Leygardagur 18. desember 2021

Maria í Akrabyrgi er russiskur heiðurskonsul

Stjórin á Faroe Agency fegnast um, at hon kann halda á við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hava Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar hava fingið nýggjan russiskan heiðurskonsul. Tað er Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sum hevur tikið við konslaheitinum.

Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency, andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

Føroyar hava sera nógv samstarv við Russland, ikki minst øll tey russisku skipini, ið vitja. Tí fegnast Maria í Akrabyrgi um, at hon nú kann halda á við tí arbeiði, ið Faroe Agency hevur røkt í nógv ár, við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. 

Maria í Akrabyrgi hevur arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency.

Maria er sera errin av valinum, ið hon varð kunnað um, av russiska sendimanninum í Danmark, Vladimir Barbin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

31 Leygardagur 18. desember 2021

Álvur Jøkladal tekniskur leiðari á Glasi

Hann byrjar í starvinum 1. februar 2022

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í november lýsti Glasir eftir tekniskum leiðari. Nú er greitt, at tað verður Álvur Jøkladal, sum tekur við avbjóðandi starvinum.

Eitt tíðarmót í føroyskari skúlasøgu endar, tá Egon Øregaard leggur frá sær sum tekniskur leiðari á Glasi fyrst í komandi ári. Egon hevur meira enn nakar myndað teknisku útbúgvingarnar her á landi seinastu 40 árini, bæði sum stjóro á Tekniska Skúla í Tórshavn síðani 1979 og síðani sum tekniskur leiðari á Glasi.

Nú vit søktu eftir nýggjum tekniskum leiðara, var áhugin fyri starvinum stórur. 18 umsóknir komu inn, og setanarbólkurin hevur nú gjørt av at seta Álv Jøkladal í starvið.

Álvur Jøkladal er 45 ára gamal, útbúgvin elektrikari og maskinmeistari og hevur hollar royndir og førleikar innan virkisøkið. Álvur hevur drúgvar royndir sum ráðgevandi elverkfrøðingur og royndir innan maskinyrki, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur somuleiðis viðkomandi leiðsluroyndir.

Álvur Jøkladal starvast í løtuni hjá Pf. Petur Larsen í Fuglafirði sum el-installatør og møntørur av maskinum til fiskiídnaðin. Hann byrjar í starvinum 1. februar 2022. Egon Øregaard heldur fram sum tekniskur leiðari á Glasi, til Álvur tekur við.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

32 Leygardagur 18. desember 2021

Ein drívmegi fer frá fyri aldur

Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna um Morið Olsen Gardy, sum nú gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi. Tað var Morið, sum í 1986 tók stig til at savna saman undirskriftir til tess at seta á stovn dagrøkt í Vestmanna

Ein hugnaløta hevur verið fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum (Mynd: vestmanna.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sum 32 ára gomul tók Morið stig til at savna saman undirskriftir til tess at seta á stovn dagrøkt í Vestmanna. Hetta eydnaðist henni. Hon varð sett sum leiðari at fyrireika dagrøktina 1. desember 1986. Longu ein mánað eftir var klárt at bjóða børnunum ansing hjá ymsum dagrøktarfólkum í kommununi.

Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at Morið Olsen Gardy - ein drívmegi - nú gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi.

- Relatiónsarbeiði hevur altíð verði nakað, Morið hevur arbeitt nógv við. Morið skipaði eisini fyri spælistovum eina til tvær ferð um vikuna. Endamálið við spælistovunum var at betra um samanhaldið millum børnini í bygdini. Hetta var ein dagur, har øll dagrøktin kundi savnast, og øll børnini kundu spæla saman.

Ein hugnaløta hevur verið fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði, sum børn, foreldur og starvsfólk altíð hava notið væl av, skrivar vestmanna.fo.

Síðan dagstovnaøkið varð umskipað fyrst í 2000, hevur Morið, sum nú fer frá fyri aldur, verið leiðari. Dagstovnaøkið fevnir í dag um dagstovnarnar, Gjáarlon, Látipípuna og frítíðarstovuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

33 Leygardagur 18. desember 2021

50.000 fermetrar afturat í Havnardali til Ríðingarfelagið

Felagið hevur í nógv ár stríðst fyri at fáa víðari karmar, soleiðis at til ber hjá verandi og nýggjum limum at byggja sær fjós til rossini á økinum, eisini er ætlanin at bøta og útbyggja verandi ríðibreytir

Brandur í Dali og Heðin Mortensen skriva undir (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stór hending fyri Føroya Ríðingarfelag, tá felagið fyri viku síðani undirskrivaði sáttmála við Tórshavnar Kommunu um víðkan av økinum hjá felagnum í Havnardali. Økið hjá felagnum verður víðka við áleið 50.000 fermetrum.

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, ið skrivaði undir fyri kommununa og fyri Føroya Ríðingarfelag, var tað formaðurin, Brandur í Dali.

Felagið fekk heilt afturi í 1977 økið í Havnardali frá býráðnum at byggja fjós og til annað virksemið hjá felagnum. Hetta var lutvíst gjørt fyri at fáa rossini út úr býnum, har tey stóðu í kjallarum og lítlum fjósum millum hús. Hetta eyðnaðist sera væl, og nú eru eisini onnur feløg løgst afturat úti í Havnardali, bæði annað reiðfelag og skótar. 

Felagið hevur í nógv ár stríðst fyri at fáa víðari karmar, soleiðis at til ber hjá verandi og nýggjum limum at byggja sær fjós til rossini á økinum, eisini er ætlanin at bøta og útbyggja verandi ríðibreytir. 

Tískil kemur nýggi sáttmálin við Tórshavnar Kommunu sera væl við, felagið hevur sett bygginevnd, sum bururav arbeiðir við at fremja verkætlanina við nýggjum fjósum og ríðibreytum.  

Bíðilistin til at byggja nýggj fjós er langur, og er vónin at hetta arbeiði kemur í gongd í 2022. 

Nevndin í felagnum vónar at hetta kemur at vera enn ein varði í søgu felagsins, ið var stovnað longu í 1943.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021

34 Leygardagur 18. desember 2021

Sjóvar kommuna fer nú at gera tilmeldingarlista til grundstykki

Hetta er ein ásannan av, at galdandi skipan er heldur trek, og at eftirspurningurin er so stórur. Listin letur upp 3. januar - nakrar treytir fylgja við at vera á honum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvær stórar útstykkingar við tilsamans 52 grundstykkjum vórðu gjørdar á Strondum í 2019. Hesi stykkini vórðu seld eftir stuttari tíð, og síðani hava bert hendinga stykki verið til sølu.

Eftirspurningurin eftir grundstykki í Sjóvar kommunu er tó ógvuliga stórur, og sambært Sjóvar kommunu koma áheitanir dagliga frá fólki, sum ynskja at keypa eitt stykki í kommununi.

- Ásannandi, at galdandi skipan fyri at fáa grundstykki í Sjóvar kommunu er heldur trek, er avgerð tikin um, at møguleiki skal vera fyri at seta seg á bíðilista til tey stykki, sum koma inn aftur til kommununa.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari, har til ber at lesa allar treytirnar, ið fylgja við at vera á listanum, ið til ber at koma á frá 3. januar 2022.

Ein av teimum er, at tá eitt grundstykki er tøkt, verður teldupostur sendur tí fyrsta á listanum, og at um tað ikki verður svarað aftur innan tveir dagar, fer tað víðari til tann næsta á listanum. Tá umsøkjari hevur fingið tríggjar møguleikar fyri at fáa grundstykki, men ikki hevur tikið av, verður viðkomandi settur aftast á listan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

35 Leygardagur 18. desember 2021

Leigusáttmáli um lendi til Ovasavn

Upprunaliga var ætlanin at gera ein svimjihyl, men er endamálið síðani broytt til at útvega og partvís reka eitt Ovasavn í Nólsoy, ið skal húsa Dianu Victoriu og lýsa søguna um Ova

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar kommuna og Stuðulsnevndin skrivaðu í vikuni undir leigusáttmála um lendi til eitt komandi Ovasavn, til minnis um Ova Joensen, sála.

Upprunaliga var ætlanin at gera ein svimjihyl, men er endamálið síðani broytt til at útvega og partvís reka eitt Ovasavn í Nólsoy, ið skal húsa Dianu Victoriu og lýsa søguna um Ova.

Talan er um eitt lendi miðskeiðis í bygdini í einum øki við neystum, sum hevur samband við sjógv. Ætlandi skal húsið eisini kunna hýsa onkrum smærri virksemi afturat.

Gjørdar eru tekningar, og nevndin fer nú undir at fáa neyðugu fíggingina til vega.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

36 Leygardagur 18. desember 2021

Stórt nýggjárshald í Vági - við avmarkingum

Nýggjárshaldið verður sum vant, en eingin dansur verður, siga fyrireikararnir

(Mynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í ár verður nýggjárshald í Vági. Talan er um eitt av heilt stóru tiltøkunum í Føroyum, har vágbingar og vitjandi ár um ár hátíðarhalda at farið verður um ársskiftið, takka fyri brátt farna árinum og ynskja nýggja árinum vælkomnum.

Nýggjárshaldið fevnir vanlig ár um morgunmat, barnatiltøk, stóra faklagongu, stórum báli og ikki minst stórum fýrverks-showi á Tríkantinum í Vági, og vanlig ár verður farið á Eiðið, har dansur er bæði í VB-húsinum og í Vágs Høll.

Koronustøðan førdi í fjør við sær, at nýggjárshaldið varð munandi skert. Nýggjárshaldið í Vági verður tó í ár sum vant, men tað er tó longu nú greitt, at ongin dansur verður í ár. Um aðrar broytingar verða, so verður tað lýst.

Skráin verður tøk um jólini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

37 Leygardagur 18. desember 2021

Jólamenninir vitja á Vaglinum seinnapartin

Jólaskipið er ávegis til Havnar, men óvist júst nær tað kemur. Tí vitja jólamenninir heldur á Vaglinum seinnapartin í dag

(Savnsmynd: Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Boð eru komin frá jólamonnunum, og teir eru ávegis til Havnar.

Tað er tó óvist er nær skipið kemur inn á Vágsbotn, tískil lata jólamennirnir heilsa, at teir vitja á Vaglinum leygardagin 18. desember frá klokkan 15 til 17.

Forvitnisligi jólamarknaðurin í Tinghúsgarðinum hevur opið frá klokkan 14 til 20, og klokkan 16 syngja og spæla Guðrun Sólja og Janus Kampmann á vakra pallinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

38 Leygardagur 18. desember 2021

Føroya Bjór við nýggjari øl

Bock Bjór er ein myrk og sterk bjór, ið hevur 7,2 prosent. Hon er bryggjað siðbundið til myrku árstíðina, og sambært Føroya Bjór hóskar hon væl jólaborðið og til ymiskan føroyskan mat

Mynd: Føroya Bjór
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jólini nærkast í hvørjum, og nú hevur Føroya Bjór latið úr honum eina nýggja øl, ið sambært bryggjaríunum hóskar heilt væl til jólaborðið, og sum í roynd og veru er gjørd til árstíðina:

- Bock Bjór er ein myrk sterk bjór við góðum maltsmakki. Bjórin  hóskar væl til jólaborðið. Afturvið røstum kjøti, gás ella fleska og oksasteik. Eisini til ræstan fisk og speril. Bjórin er bryggjað siðbundið til hesa myrku árstíðina og hóskar hon væl til hugnaligar løtur, skrivar Føroya Bjór í kunningarskrivi.

Styrkin er 7,2 prosent, og Bock Bjór er bryggjað sum ein lager, ið liggur leingi á tanga, fyri at fáa góða og kraftiga smakkin í ølini at javnviga væl. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

39 Leygardagur 18. desember 2021

Hesi eru tilnevnd til norðurlensku matvirðislønina Embla

Fleiri spennandi uppskot til norðurlendsku matvirðislønina, Embla 2021

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú skulu nýggir Embla vinnarar aftur finnast. Hvat er besta matferðamál í Norðurlondum? Hvør er besti matíverksetari? Og hvør er besti matmiðlari?

Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur matur hevur raðfest, og sum meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini (NBC) hevur ábyrgd av við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum iNOVA, Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.

Hetta er triðju ferð at Embla Food Awards verður hildið, og luttakandi londini eru í ár Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland, Grønland og Føroyar.

Tað verður 11. mars í Oslo, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina 2021.

Tey tilnevndu úr Føroyum eru:

[object Object]

Jóhan Dávur Joensen – Norðurlendski rávøruframleiðarin 2021
Jóhan Dávur Joensen er bóndi og sjálvlærdur matsøgufrøðingur úr Gásadali. Við hollari vitan um føroyskan matarsið, hevur Jóhan Dávur gingið undan at menna lokalu grønmetisframleiðsluna.

Jóhan Dávur hevur eina serstaka tilgongd til at dyrka grønmeti, sum er grundað í djúptøknari vitan og gagnnýtslu av serstøku umstøðunum á staðnum, góðskuna í jørðini, hallið á lendinum, sólarljósið, regninum o.s.fr. Úrslitið er framúrskarandi vørur frá gróðarlendinum á tromini 100 metrar yvir sjónum.

Jóhan Dávur er ein eldsál, sum dyrkar smáar nøgdir av hágóðskuvørum. Fyri at tryggja bestu góðsku og nøgd hevur Jóhan tætt og støðugt samskifti við trúføstu kundar sínar, m.a. tví-stjørnaðu Michelin-matstovuna KOKS og Embla-vinnaran Leif Sørensen. Eisini gevur hann gleðiliga góð ráð til aðrar bóndur, fyri at menna burðardygga staðbundna matframleiðslu.

[object Object]

Dímunargarður – Norðurlendski mathandverkarin 2021
Dímunargarður hevur ment eitt serstakt brúsandi sider frá avlopsrótum, sum tey nevna Mai rótabryggj.

Íblásturin til henda sider fingu tey til fyrstu EMBLU virðislønarhandanina í 2017, tá ið Dímunargarður vann heitið sum Norðurlendski rávøruframleiðarin.

Eva og Jógvan Jón frá Dímunargarði hittu tá umboð fyri danska “Æblerov”, sum framleiðir sider úr avlopssúreplum. Av tí at mairøturnar eru rættiliga líkar perum í smakki, fóru tey at tosa um møguleikan at framleiða eitt heilt nýtt sider við rótum. Til tá fingu neytini røturnar, ið vóru til avlops, og eitt sider vildi bæði virðisøkt tilfeingið munandi og eisini longt um haldgóðskuna.

Dímunargarður fór í samstarv við bryggjaríið Okkara og bryggjararnar Søren Antoft og Høgna Jensen um at loysa avbjóðingarnar í sambandi við at menna eina heilt nýggja vøru við einari rávøru, sum ikki varð nýtt fyrr til hetta endamálið. Hetta eydnaðist og Mai Rótabryggið kom á marknaðin í 2019.

Serstaki smakkurin í rótabrygginum hóskar væl saman við sterka umami-smakkinum í røstum føroyskum mati, og tað hóskar eisini til frískligar blandaðar drykkir.

[object Object]

Rólant Waag Dam – Norðurlendski matsamskiftarin 2021
Rólant Waag Dam er tíðindamaður og framleiðari í Kringvarpi Føroya. Hann er ein ágrýtin matfjeppari og hevur í sínum starvi lagt seg eftir at siga frá mati og matmenning í Føroyum.

Tá ið samfelagið lat aftur í 2020 orsakað av Covid-19, skipaði Rólant fyri eini vælumtøktari talgildari ølsmakking. Eisini er grein um Rólant í Matbókini, sum lívsstílsblaðið Kvinna gav út.

Rólant hevur gjørt heimildarfilmar um kendar føroyingar í matvinnuni og avrik teirra, m.a. um Poul Andrias Ziska frá KOKS og Jan Restorff frá Søllerød Kro í Danmark, sum báðar eru Michelin-matstovur.

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð)

Gásadalur – Norðurlendskt matferðamál 2021
Gásadalur er ein serstakliga vøkur bygd í Vágum, og er seinasta bygdin í teimum stóru oyggjunum, sum varð knýtt í vegakervið. Síðani tunnilin til Gásadals lat upp í 2004, hevur Gásadalur verið eitt væl vitjað ferðamál, bæði orsakað av vakurleikanum og seinnu árini eisini matinum.

Vakstrargóði dalurin og fuglabjørgini hava altíð verið ein góður kovi, sum framtaksfús bygdafólk hava ment og givið nýtt lív.

Gásadalsfólk hava gingið undan at dyrka grønmeti og dalurin er eitt av fáu støðunum í Føroyum, har bygg verður velt. Føroya Bjór nýtir hetta byggið og vatn úr Gásadali til at bryggja ”Múlafossur Red Ale”, ein serøl nevnd eftir navnframa fossinum.

Tá ið slaktið er av, verður sláturhúsið í bygdini gjørt um til matstovu, sum bjóðar mat úr Gásadali, og bygdafólkini hava ment nýggjar vørur við siðbundnum viðgerðarhættum, m.a. ræsta kálvasúpan.

[object Object]

TARI – Norðurlendski matíverksetarin 2021
TARI er ein fyritøka, sum leggur seg eftir burðardyggari taraaling í Føroyum.

At skera og ala tara til matna er enn ein nýggj vinna í Norðurlondum, og umboðar tí eitt ónýtt matartilfeingi. Tari verður aldur uttan taðing ella týningarevni á støðum, har vistskipanin ikki tekur skaða, og tari kann tí gerast týðandi liður í at fáa burðardygga føði til heimin.

Fyritøkan TARI varð sett á stovn av systkjunum Agnes og Mortan Mols Mortensen. Agnes er granskari við Phd í tara-lívfrøði og Mortan er kavari, við drúgvum royndum at kava eftir hágóðsku sjógæti. TARI gagnnýtir førleikarnar hjá teimum báðum til at menna bestu hættir til burðardygga framleiðslu av tara.

TARI er nýliga farið undir at gera rognkelsisskjól úr tara til laksaalivinnuna, sum fremja djóravælferðina á burðardyggan hátt.

Nýggjasta átakið Grøna klekingarstøðin verður veruleiki, nú TARI setur vatnturbinu til at skapa orku til nýggju klekingarstøðina í Fámjin. Endamálið er at framleiða tara við ongum útláti, ella enntá við orku til avlops.

[object Object]

Jóhanna á Tjaldrafløtti – Norðurlendskur matur til børn og ung 2021
Seinastu 30 árini hevur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya, givið nýggjum ættarliðum íblástur og útbúgving til at liva eitt heilsugott og burðardygt lív, við støði í sterku føroysku matmentanini.

Húsarhaldsskúli Føroya er ein vistarskúli, og sosiala samveran og verklig læra hava stóran týdning í tilgongdini til læring, m.a. tá ið skúlin vitjar bóndur, tá ið flett verður. Skúlin leggur dent á at sameina vitan um mat og heilsu, húsarhaldsbúskap, handverk og sjálvbjargni.

[object Object]

Slaktið – Norðurlendskur matur til mong 2021
Slaktið er ein árligur matsfestivalur í Havn, sum hevur til endamáls at vísa og læra vaksandi talið av býarfólkum, hvaðani siðbundni maturin kemur og alt arbeiðið, sum liggur í at framleiða hann.

Festivalurin verður hildin seint í september. Fyri at geva fólki beinleiðis innlit í framleiðsluna, verða bæði seyður og neyt flett á staðnum, undir skipaðum umstøðum. Ein viðmerkjari greiðir frá tí, sum fer fram, og seinni um dagin hagreiða og matgera innbodnir kokkar og matserfrøðingar djórini fyri gestunum.

Føroyskt grønmeti er eisini partur av festivalinum, sum er eitt høvi hjá framleiðarum at vísa sínar vørur fram og at tosa um, hvussu tær kunnu nýtast.

Sí tey tilnevndu úr øllum norðurlendsku londum á heimasíðuni hja Embla 

Fimm føroyskir Embla-vinnarar higartil
Fyrstu Embla-virðislønirnar vórðu latnar í 2017. Tá komu tríggjar virðislønir heimaftur til Føroya. Dímunargarður varð valdur ársins norðurlendski matframleiðari, Leif Sørensen var valdur ársins mathandverkari og Heimablídni varð valt til ársins matferðamál.

Í 2019 komu tvær Embla-heiðurslønir til Føroyar. Grøna Oyggin varð vald til ársins matframleiðara og Gimburlombini til ársins matferðamál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

40
Leygardagur 18. desember 2021

Sissal Vágsheyg Erenbjerg vart PhD-ritgerð

Ritgerðin snýr seg um rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norður. Granskingin aftan fyri ritgerðina er týðandi liður í arbeiðinum at skilja streym og rák í føroyskum sjóøki

Sissal V. Erenbjerg, PhD og granskari á Fiskaaling saman við andmælingunum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling vardi mikudagin PhD-ritgerð sína  um rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norður. Granskingin aftan fyri ritgerðina er týðandi liður í arbeiðinum at skilja streym og rák í føroyskum sjóøki.

Sissal Vágsheyg Erenbjerg legði fyrst fram granskingarúrslit í ritgerðini, sum hevur heitið Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach. Eftir framløguna settu andmælingar fram spurningar og viðmerkingar.

Áhugaverdar viðmerkingar
Verjan gekk sera væl. Andmælingarnir løgdu dent á, hvussu týdningarmikil og áhugaverd úrslitini frá granskingini av Sundalagnum norður eru. Tað serliga í Sundalagnum norður er, at sjóvarfalsrákið í uml. 7 dagar skikkar sær sum vanligt er á firðum við inn- og útráki við munnan norðan fyri, fyri síðani næstu 7 dagarnar at virka sum í einum sundi, har sjógvurin streymar beint ígjøgnum. Útskiftingin seinna tíðarskeiðið er 3 ferðir størri enn fyrra tíðarskeiðið.

Eini andmælingurin vísti eisini á, hvussu hetta avrikið hevur týdning fyri framtíðargransking av lívfrøðiligum viðurskiftunum og endaði við at siga, at hetta helst verður týdningarmikil partur av fleiri granskingarverkætlanum, t.d. við laksalús, dálking og veðurlagsbroytingum.

- Ritgerðin hjá Sissal er eitt gott dømi um, hvussu gransking hjálpir okkum at skilja rák og útskifting í firðum og kring oyggjarnar. Hetta eru viðurskifti, sum eru grundfyritreytir fyri aling og liviumstøður hjá djórum og fyri burðardygga nýtslu av okkara firðum og havøki, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, í eini viðmerking.

Næstu stigini
Sissal Vágsheyg Erenbjerg heldur fram sum granskari á Fiskaaling og fer í næstum at arbeiða víðari við tveimum verkætlanum. Fyrsta verkætlanin FM Hat hevur til endamáls at byggja upp eitt teldukervi í Føroyum, har økishavmodellini fyri Føroyar skulu koyra og uppbyggja eitt savn av úrslitum, sum kunnu nýtast í øðrum granskingarverkætlanum. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskaaling, og verður hon framd í samstarvi við Havstovuna, Havforskningen í Noregi og Fróðskaparsetur Føroya.

FjordProcess er onnur verkætlan, har endamálið er at skilja, hvat stýrir føðigrundarlagnum hjá smáfiski á firðunum. Her verður serligur dentur lagdur á at kanna, hvussu útskifting ímillum firðir og opið hav ávirkar føðigrundarlagið. Henda verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna, Fiskaaling, Aarhus Universitet og Havforskningen. Eydna í Homrum á Havstovuni er verkætlanarleiðari, og verkætlanin er fíggjað av skránni fyri havgransking í Norðuratlantshavi.

PhD-verjan varð hildin á Niels Bohr instituttinum á KU, har einans 10 áhoyrarar kundu vera til staðar orsakað av koronustøðuni. Framløgan varð eisini stroymað.

Granskingarráðið, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling fíggjaðu verkætlanina.

Høvuðsvegleiðari hjá Sissal V. Erenbjerg var prof. Eigil Kaas frá Københavns Universitet, og aðrir vegleiðarar vóru Jon Albretsen, Knud Simonsen og Bogi Hansen. Andmælingar vóru Christine Hvidberg, Jarle Berntsen og Hans Burchard.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

41 Leygardagur 18. desember 2021

26 lærlingar fingið prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík

Talan er um átta elektrikkara-, sjey maskinsmið- og ellivu timburlærlingar

El-flokkurin (Mynd: tsk.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í gjár, fríggjadagin 17. desember, fingu átta elektrikkara-, sjey maskinsmið- og ellivu timburlærlingar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hetta skrivar skúlin á heimasíðu sínaru, har TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku.

[object Object]
El-flokkurin. Frá vinstru: Rúni á Reynatrøð (TTS), Hanus Jacobsen (LM Electric), Arthur Højgaard (Elcon), Torvaldur Joensen (ETV), Pætur Heinason (TTS), Albert Róin Johannesen (Elcon), Jákup Andrias Janusarson (ETV) og Finnbjørn Fróði Filipsson Hansen (El-Teknik)

[object Object]
Timbur-flokkurin. Frá vinstru: Hjalti Jóhannesen (Malltek), Nikolai Sigurðsson (J&K Petersen), Remi Hammer (J&K Petersen), Rógvi Hansen (Timbur Tænastan), Eyðfinnur Jensen (Byggivirkið KBH), Rógvi J. Joensen (Norðsetur), Levi G. Heinesen (Hanus Højgaard), Magni Joensen (Norðhús), Jón Josephsen (Norðhús) og Petur Højgaard (Norðhús). Benjamin Engelbert Sigurðsson (Malltek) væntar á myndini.

[object Object]
Maskin-flokkurin, frá vinstru: Pætur Dahl Berjastein (KJ), Rúni Nesá Hansen (KJ), Meinhard Johansen (MEST), Dánjal Müller (KSS), Áslakur Holm (Áway Service), Emil Sørensen (KJ) og Jógvan Harryson (Univice). 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

42 Leygardagur 18. desember 2021

Listasavnið fingið átta Mikines-málningar

Talan er um um virðir fyri milliónir, ið eru latin av privatum eigara í Danmark

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á Listasavni Føroya fegnast tey í hesum døgum um sera virðislimla gávu, sum føroyska tjóðlistasavnið hevur fingið frá einum privatum eigara í Danmark.

Hesum boðar listasavnið frá á Facebookvanganum hjá savninum.

Talan er um átta listaverk eftir føroya mæstasta listamálara, Sámal Joensen-Mikines, sum livdi í árunum 1906 til 1979.

Stjórin í Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, soleiðis um stóru gávuna.

- Vit eru sera takksom fyri hesa stóru gávuna við týdningarmiklum verkum eftir listamannin. Listaverkini eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Vit gleða okkum til at vísa málningarnar fram fyri gestum okkara, tá savnið letur upp aftur 1. februar.

Málningarnir eru frá tíðarskeiðnum 1931-62. Myndevnini eru fleiri. Millum annað eru landslagsmyndir úr bæði Føroyum og Danmark, ein mynd frá eini barr við heitinum “Drykkjuskapur” umframt tveir stórir málningar við kristnum myndevnum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

43 Leygardagur 18. desember 2021

Brimheim á Voxbotn 2022

Góðu ummælini floyma yvir føroyska stjørnuskotið, ið er sætta navnið, sum tónleikafestivalurin hevur kunngjørt til næsta summar

31-ára gamla Helena Heinesen Rebensdorff er hálvur føroyingur og hálvur dani (Mynd: Voxbotn)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Góðu ummælini floyma yvir føroyska stjørnuskotið, og vit kunnu nú avdúka, at dugnaliga songkvinnan, sangskrivarin og listakvinnan Helena Heinesen Rebensdorff, kvinnan handan navnið Brimheim, kemur at framføra á Okkara Voxbotn 2022.

31-ára gamla songkvinnan og sangskrivarin er uppvaksin í Keypmannahavn, er hálvur føroyingur og hevur bústað í Malmö. Stílurin er eitt slag av indie rock.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Hugorm, Tungewaag, Rasmus Hagen og Safir eisini fara at framføra á Voxbotn 2022, sum verður leygardagin 25. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

44 Leygardagur 18. desember 2021

Sólrún Michelsen við nýggjum tríbindaverki

Ein syrgiligur tilburður setur gongd á tríbindaverkið, sum hevur felags heiti "Nornan spinnur", og sum er grundað veruligan tilburð í Føroyum

Mynd: Sprotin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. 

"Nornan spinnur" er felagsheiti á nýggjum tríbindaverkið hjá Sóruni Michelsen - Ein táttur er silvur, ein annar er gull og faúr fær tráðin helt slættan

Søgugongdin fer fram seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.

- Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin stendur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini. 

Sprotin, ið gevur út, skrivar, at fylgt verður við hesari gentuni, hvussu lívið lagar seg hjá henni, og hvussu hon fótar sær, og at hetta er ein eym og kenslurík lagnusøga. Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð í Føroyum.

Tríbindaverkið hjá Sólrúni Michelsen fæst nú í skreytútgávu fyri beint undir 400 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

45 Leygardagur 18. desember 2021

75 ár saman við SEV

Jógvan Arge hevur skrivað bók um elfelagið, sum 1. oktober í ár fylti 75 ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í bókini "Saman tí standið", sum Jógvan Arge hevur skrivað við 75 ára mótið hjá SEV 1. oktober ár, fara vit á ferð ígjøgnum føroysku elsøguna, sum byrjaði fyrst í síðstu øld. "Saman tí standið" er eitt framhald av bókini, "Ljós yvir landið", sum rithøvundurin skrivaði í 1996, tá SEV hevði 50 ár á baki.

Bókin lýsir fyrstu hugsanirnar og strembanirnar at fáa til vega elorku burtur úr vatnorkuni, og rithøvundurin leiðir okkum víðari til Vágs, har vágbingar fyri 100 árum síðani, í 1921, fingu fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum. Um sama mundið fekk Havnin eitt motorverk á Rundingi, og 10 ár seinni fekk Klaksvíkin vatnorkuverkið norðuri á Strond.

SEV stovnað
Næsta stóra takið í elsøguni var tikið, tá SEV varð at stovnað 1. oktober 1946. Góð sjey ár seinni – í desember 1953 – framleiddi fyrsta vatnorkuverkið hjá elfelagnum, Fossáverkið í Vestmanna, fyri fyrstu ferð elorku innan á elnetið. Vatnorkan kom úr fyrstu byrgingunum hjá SEV frammi á Vatni og á Lómundaroyrum oman fyri Vestmanna.

Bókin lýsir síðani framhaldandi menningina av føroysku elskipanini við fleiri vatnorkuútbyggingum í 60’unum í Vestmanna – og frá 80’unum og tvørtur um aldarskiftið í Eysturoynni, har Eiðisverkið framleiðir elorku burtur úr vatnorkuni. Samfelagsmenningin kravdi alsamt meiri elorku, og tískil var neyðugt at byggja Sundsverkið í 70’unum. Ein annar partur av føroysku elsøguni snýr um avbjóðingarnar at útbyggja elnetið til harðføra føroyska veðurlagið.

Nýggja grøna tíðin
Fyri aldarskiftið vóru alsamt fleiri røddir, sum talaðu fyri at útbyggja grønu orkukeldurnar – serstakliga vindorkuna. Í 2014 setti SEV grønu kósina, sum hevur til endamáls, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Bókin førir okkum inn í nýggju, grønu tíðina, har vindorkan enn hevur størsta leiklutin á elorkuøkinum. Her eru avbjóðingarnar at fáa sveiggjandi orkukeldur at veita føroysku elskipanini støðuga elorku. Í hesum sambandi hevur SEV – saman við útlendskum veitarum – ment battarískipanir til vindmyllulundirnar. Næsta stóra stigið er at byggja pumpuskipan í Vestmanna, ið skal rekast við yvirskotsorku frá vindi, og sum fær ein avgerandi leiklut í at skapa støðufesti í grønu elskipanini.

Menningararbeiðið hjá SEV á grønu kósini hevur ført til, at SEV í 2020 kundi boða frá, at fimm varandi orkukeldur vóru í føroysku elskipanini. Umframt vatnorku og vindorku, var talan um biogass frá nýggja biogassverkinum, FÖRKA, og sólorku og sjóvarfalsorku á royndarstigi.

"Saman tí standið"
"Saman tí standið" lýsir eisini, at SEV er úrslitið av samhaldsfesti og samanhaldi í einari 75 ára gamlari, kommunalari skipan, har nýhugsan, framburðssinni og framsøkni hava verið avgerandi fortreytir fyri at loysa týðandi uppgávuna at veita føroyska samfelagnum trygga elorku alt samdøgrið – árið runt.

Bókin er ein meiri enn 100 ára long ferð ígjøgnum føroysku elsøguna í teksti, myndum og tølum, sum vísa broytingar í eina øld. Anker Eli Petersen teknaði permuna, og Føroyaprent stóð fyri umbróting og prenti. “Saman tí standið” fæst til keyps í bókahandlunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

46 Leygardagur 18. desember 2021

Bókaútgáva: Staðarnøvn í Mykinesi

Meira enn 1500 staðarnøvn eru savnað í nýggju bókini. Steingrim Abrahamsen hevur savnað

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fróðskapur hevur givið út bókina Staðarnøvn í Mykinesi eftir Steingrim Abrahamsen.

Í okkara tíð er øllum kunnugt, at vit uppliva eitt stórt tap av staðbundnum staðarnøvnum í munnliga siðaarvinum.

Innan fyri sløk 100 ár er íbúgvaratalið í Mykinesi minkað við 150 fólkum. Í oynni eru í dag 17 fólk fastbúgvandi. Hetta hevur stóra avleiðing fyri staðarnøvnini. Tað eru færri og færri, sum brúka tey. Meginparturin av nøvnunum verður ikki brúktur eins og hann bleiv fyri 50 árum síðan. Hetta hevur so við sær, at fleiri nøvn hvørva.

Siðbundin staðarnavnagransking hevur í høvuðsheitum snúð seg um at granska einstøk staðarnøvn og einstakar bólkar av orðum. Nøvnini hava fyrst og fremst verið granskað sum leksikalsk og mentanarsøgulig minnir um mál og livandi talumál. Í hesi kanning av staðarnøvnum er evnið ikki støk nøvn, men at lýsa tey meira enn 1500 staðarnøvnini í Mykinesi, sum tað hevur borið til at staðfesta.

Steingrim Abrahamsen er cand.mag. í týskum og føroyskum. Hann var lærari við Eysturoyar Studentaskúla 1984-2018, og hevur eisini undirvíst á Føroya Læraraskúla og á Føroya Handilsskúla. Hann er ættaður úr Mykinesi og hevur havt tætt og nógv samband við heimildarfólk um staðarnøvnini í oynni. Tað er teimum og góðum stuðlum fyri at takka, at staðarnøvn í Mykinesi nú eru komin út í bók. 

Bókin vendir sær bæði serliga til fólk við tilknýti til Mykines og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru.

Bókin er 202 blaðsíður við nógvum myndum. Permumyndina hevur Óli Reynskor tikið. Bókin kostar 300 krónur í bókabúðunum. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

47 Leygardagur 18. desember 2021

Triðja útgávan av “Mær er sagt um ein stað” komin í bókabúðirnar

Mær er sagt um ein stað 3 hjá Petur Jacob Sigvarsen er júst komin í bókabúðirnar. Har eru 70 nýggir sálmar. Av teimum eru 61 upprunaligir og níggju týddir sálmar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

"Mær er sagt um ein stað 3" hjá Petur Jacob Sigvarsen er júst komin í bókabúðirnar. Har eru 70 nýggir sálmar. Av teimum eru 61 upprunaligir og níggju týddir sálmar. 

Harafturat eru 15 fyrilestar, sum høvundurin hevur týtt úr donskum og norskum. Teir eru eftir Kai Jensen, ið er væl kendur danskur prestur, próstur og eitt stutt skifti biskupur í Aarhus biskupsdømi, og Olav Valen-Senstad, ið verður mettur sum ein av gløggastu teologum, filosoffum og prestum í Noregi í 1900-talinum. Fyrilestrarnir umrøða tættir í kristnu trúarlæruni. 

Í teimum trimum bókunum í røðini "Mær er sagt um ein stað", hevur 89 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen givið okkum tilsamans 402 sálmar og sangir. Av teimum eru 252 upprunaligir og 150 eru týddir. Fyrsta bók í hesari røð kom í 2010 og nummar tvey kom í 2017. Forlagið Búgvin er útgevari. 

Tónaskaldið Knút Olsen hevur gjørt løg og útsetingar til 65 av sálmunum hjá Petur Jacobi, og júst í hesum døgum verða upptøkur gjørdar í Havnar kirkju til tvær fløgur við umleið 30 av sálmunum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

48 Leygardagur 18. desember 2021

List og áartutl: Nýtt gallarí við Havnará

Byrjar við framsýning við Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin lat nýtt gallarí upp í Havn. Fyrsta framsýningin er við so navnframum listafólki, sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson.

Gallarí Havnará eitur nýggja framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.

Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlig perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.

Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið. Fyrsta framsýningin latur upp hósdagin. Fram til 22. desember eru opið hvønn dag frá kl 15 til 18.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

49 Leygardagur 18. desember 2021

Eli Smith sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Listaframsýingin lat upp í gjár

Eli Smith hevur seinastu mongu árini nýtt náttúruna sum sína palett
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Komandi mánaðin sýnir Eli Smith fram myndlist í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

- Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari -sokallaðir grótmálningar - og í næstu løtu sker grót í flísar til meira umfatandi brotamyndir (mosaikk). Tilfarið er bæði úr Føroyum og úr øllum heiminum, og tún listamansins er fult í søgum um sjómenn og onnur, sum hava borið honum fjaldar dýrgripir Skaparverksins. Myndevnini á grótmálningunum eru sum heild ekspressionistisk landsløg, meðan brotamyndirnar serliga fara í dýpdina við bíbilskum myndevnum. Listin stendur ongantíð í stað, og tíðum finnur Eli upp á aðrar nýggjar tøknir, sum eittnú at mála við vatnlitum oman á límað marmordrúss (steinakvarell).

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi til fram hálvan januar 2022.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

50 Leygardagur 18. desember 2021

Elsti íslendingur nakrantíð

Tá Dóra hevði livað í 109 ár og 160 dagar hevði ongin annar landsmaður livað longur enn hon

(Mynd: RÚV)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin kundi staðfestast, at Dóra Ólafsdóttir gjørdist elsti íslendingur, sum nakrantíð hevur livað.

Tá hevði Dóra livað í 109 ár og 160 dagar. Síðan 2019 hevur hon verið elsti persónur í Íslandi, og nú gjørdist hon eisini elsti persónur nakrantíð, og í hesum sambandi fekk hon vitjan av forsætisráðkvinnuni.

- Tá sjónin er farin at bila og eisini hoyrnin, so gerst tað trupult, segði Dóra, sum annars ikki ætlaði at halda dagin øðrvísi enn hon plagar: At eta, drekka og lesa bløðini.

Granskarar hjá deCode Genetics hava gjørt kanningar av Dóru og staðfesta, at hon kropsliga er sera væl fyri. EKG-kanningin av hjartanum vísir eina heilsustøðu, sum nógvar yngri kvinnur kunnu misunna henni, sigur sonur hennara, Áksell Þórisson, við Ríkisútvarpið.

Dóra sigur, at hon aldri hevur roykt ella drukkið, og at bøkur eru týðandi partur av hennara trivnaði. Upp á spurningin um, hvussu leingi hon fer at liva, sigur hon: “Eg haldi, at tað er nóg mikið. Mær nýtist ikki at halda fram leingi afturat”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

51 Leygardagur 18. desember 2021

Inger Støjberg dømd 60 daga fongsul

25 av teimum 26 dómararunum í Ríkisrættinum mettu fyrrverandi ráðkvinnuna at vera seka

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski ríkisrætturin dømdi mánadagin fyrrverandi donsku ráðkvinnuna við útlendinga- og integrasjónsmálum 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

Hetta fyri at skilja pør sundur, sum søktu friðskjól í Danmark.

Dómurin fall næstan fimm ár eftir at táverandi ráðkvinnan fyri fyri Vinstraflokkin gjørdi av at støðga sokallaðum barnabrúðrum í donskum asyllegum

Ríkisrætturin staðfesti, at Inger Støjberg átók sær revsiábyrgd við at krevja at hesi pør – uttan undantak – skuldu skiljast frá hvørjum øðrum og flytast í hvør sína legu, uttan et hetta varð orðað sum fráboðan til Útlendingastýrið.

Í Ríkisrættinum vóru 26 dómarar, harav bert tann eini metti Støjberg vera óseka.

13 av teimum 26 eru hægstarættardómarar, meðan 13 eru leikdómarar, útnevndir av flokkunum á Fólkatingi, men ikki fólkatingslimir.

Hetta er bert sættu ferð, at ríkisrætturin hevur dømt í einum ríkisrættarmáli. 

Inger Støjberg er ikki longur limur í Vinstraflokkinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

52 Leygardagur 18. desember 2021

Danir verða aftur meira avmarkaðir

Tað er ikki eins ógvusligt og undan jólum í fjør, men nógv verður afturlatið næsta mánaðin, alkohol skal ikki skeinkjast eftir klokkan 22, maskur verða at síggja á nógvum støðum, og størri dentur skal leggjast á frástøðu

Metta Frederiksen og myndugleikarnir eru aftur komin við tiltøkum, fyri at tálma koronusmittuni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíðindafundur var fríggjadagin í Keypmannahavn, har kunngjørt varð, hvørjar nýggjar avmarkingar koma í gildi í Danmark sunnumorgunin. Tað er breið poltisk semja og semja í farsóttarbólkinum um hesar avmarkingarnar.

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum og Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut vóru øll inni á, at høgu smittutølini, omikron-frábrigdið, veturin og tað at jólini savna nógv fólk alt er til stúran. Tað er serliga tey bæði fyrstu. Smittutølini seta í løtuni met hvønn dag - yvir 11.000 seinasta samdøgrið - og omikron tilburðirnir vaksa skjótt. Trýstið á heilsuverkið er stórt, siga myndugleikarnir.

Tað er ikki sama støða sum um hesa tíðina í fjør varð borið fram; serliga orsakað av koppsetingunum. Tó er tað mett sum neyðugt at gera inntriv nú, og tað inniber millum annað hesi tingini: 

Vinnur og mentanarlig- frítíðartiltøki rakt: Støð sum Tivoli, spælilond, spælistøð, biografar, listasøvn, háskúlar o.s.fr skulu lata aftur

- Skeinkistøð: Skulu støðga við at skeinkja alkohol klokkan 22 og lata aftur klokkan 23. Skulu syrgja fyri, at møguleiki er fyri at halda stóra frástøðu  - tveir fermetrar fyri sitandi og fýra fermetrar um man stendur - hetta er eisini galdandi fyri matstøð. Starvsfólk skulu hava munnbind, um tey hava kontakt við kundar

- Munnbind og frástøða: Kravið um munnbind skal víðkast til at fevna um til dømis, tá ein fer eftir take-away ella til guðstænastu. Eisini skal møguleiki vera fyri at halda frástøðu í kirkjum, samkomum, innkeypshandlum og so framvegis.

Hesi tiltøkini eru galdandi til 17. januar. Søren Brostrøm staðfesti, at danir í stóran mun kunnu halda jól sum vanigt - tó helst við færri fólki og størri frástøðu. Mælt varð eisini fólki til at koppseta seg (serliga fyrsta og triðja prik) og at kanna seg áðrenn jól, um tey koma í ein størri bólk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

53 Leygardagur 18. desember 2021

Øll skeinking støðgað í Noregi

Stjórnin setti enn strangari tiltøk í verk fyri at støðga omikron

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður nú bannað at skeinkja rúsdrekka á øllum barrum, matstovum og hotellum í Noregi.

Tað boðaði Jonas Gahr Støre, forsætirsáðharri, frá á tíðindafundi mánakvøldið.

Orsøkin er omikron frábrigdið, sum spnaðist skjótt í Noregi.

- Nú er tað álvari. Nýggja frábrigdið broytir spælireglurnar, og tiltøkini mugu herðast, segði forsætisráðharrin.

Í undanfarnu viku boðaði stjórnin í Noregi frá, at øll skeinking mátti støðga á midnátt. Men eftir áheitan frá norsku heilsumyndugleikunum, verður øll skeinking nú bannað.

- Vit gera hetta, tí skeinkistøð verða sett í samband við stóran vanda fyri at spjaða smittuna, segði Ingvild Kjerkol, ráðkvinna við heilsumálum.

Tilmælini fyri sjálvan jólaaftan í Noregi eru enn tey somu. Í mesta lagið 10 gestir í hvørjum heimi umframt familjuna, sum býr har, og øll skulu halda frástøðu, minst ein metur.

Fram til jóla og nakað eftir eisini, skulu øll, ið hava møguleika fyri tí, arbeiða heimanífrá. Eisini verður krav um at bera munnbind á nógv fleiri støðum, og stjórnin heitir á fólk um at lata vera við at brúka almennu ferðsluna.

Nýggjastu tiltøkini eru fyribils galdandi í fýra vikur, fram til miðjan januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2021

54 Leygardagur 18. desember 2021

Krúnprinsessan fingið korona

Onnur í familjuni eru ikki rakt, boðaði kongshúsið frá mikudagin

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mary krúnprinsessa í Danmark hevur fingið korona. Tað varð staðfest mikudagin, upplýsti kongshúsið í tíðindaskrivi. Onnur í familjuni eru ikki rakt.

Krúnprinsessan situr nú í sóttarhaldi í Frederik VIII’s Palæ á Amalienborg. Og har verður hon verðandi til tað aftur er ráðiligt at fara út millum fólk aftur, verður sagt í fráboðanini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

55 Leygardagur 18. desember 2021

Seks amerikanskir statir raktir av melduródnum

Melduródnirnar farna vikuskiftið elvdu til stóran materiellan skaða, umframt at tær hava kravt í minsta lagi 80 mannalív, harav eini 70 í Kentucky

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjakvøldið og leygarmorgunin herjaðu ógvusligar melduródnir í fleiri amerikanskum statum.

Sambært CNN varð boðað frá í minsta lagi 30 melduródnum í seks statum – Arkansas, Illinois, Kentucky, Missouri, Mississippi, og Tennessee.

Fleiri enn 80 fólk lótu lív, harav eini 70 í Kentucky, boðaðu lokalir myndugleikar frá. Men veruliga deyðstalið væntaðist at vera nógv hægri enn tað.

Boðað varð eisini  frá nógvum skaða. Eitt nú í býnum Edwardsville í Illinois varð eitt vøruhús hjá Amazon hart rakt. Her rapaði takið í illveðrinum. Millum tey umleið 100 starvsfólkini, sum søgdust at hava verið á náttarvakt í vøruhúsinum, lótu í minsta lagi seks lív, skrivar Reuters.

Í Arkansas rapaði takið á einum ellisheimi, og 20 persónar vórðu fastir í býgninginum í yvir ein tíma. Í Kentucky vóru umleið 40 fólk bjargað úr einari verksmiðju í býnum Mayfield, og bygningarnir hjá lokalu løgregluni og sløkkiliðnum vórðu eisini oyðilagdar.

Sambært amerikanskum miðlum varð tjóðarhirðin eisini boðsend at hjálpa við bjargingararbeiðnum.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir úr Kentucky frá EPA-tíðindastovuni:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2021

56 Leygardagur 18. desember 2021

ES lond sleppa sjálvi at avgera kjarnorkuframtíð

Næstformaðurin í ES-tinginum, Frans Timmermans, sum hevur ábyrgdina av grøna orkuskiftinum í ES, sigur, at Bruxelles fer at loyva limalondunum at menna kjarnorku sum part av framtíðar orkuskipanini

Frans Timmermans, næstformaður í ES við ábyrgd av grøna orkuskiftinum. Mynd Euractiv.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein týðandi partur av grøna skiftinum, sum ES hevur sett út í kortið, er at fara burtur frá kolvetnum til eitt nú vetni, ið m.a. kann framleiðast við vindorku. Men kjarnorkan verður eisini raðfest ovarlaga. Frans Timmermans viðgjørdi júst kjarnorkuna á fundi við sínar fronsku starvsfelagar, sum í næstum taka yvir formansskapin í ES.

Spurningurin um at brúka kjarnorku í orkuframleiðsluni hevur leingi verið eitt stríðsmál í nógvum londum, men Frakland hevur valt at ganga kjarnorkuleiðina við at byggja fleiri kjarnorkuverk. Umleið 70 prosent av fronsku orkuframleiðsluni stava frá kjarnorku. Herfyri tóku níggju lond í ES, serstakliga lond í Eysturevropa, stig til at stovna ein felagsskap, sum við franskari fyrimynd skal kanna møguleikarnar fyri at brúka kjarnorku sum  part av grøna orkuskiftinum, nú tað stig fyri stig verður farið burtur frá fossilu brennievnunum koli, olju og gassi. Eisini í Bretlandi, sum nú er uttanfyri ES, fyllur kjarnorka meira og meira í orkuorðaskiftinum. 

[object Object]Frakland tekur yvir formansskapin í ES frá 1. januar

Nøkur ár herfyri gjørdu bæði Svøríki og Týskland av at sleppa sær av við kjarnorkuverkini, men tann støðan er lutvíst broytt nú. Kjarnorkan kemur serliga væl við hjá londum, sum hava stóra ídnaðarframleiðslu av ymsum slag.

Frans Timmermans, sum verður mettur at vera eitt av oddafólkunum í ES, hevur annars verið rættiliga avgjørdur í spurninginum um grøna orkuskiftið. Hann sær øll fossil brennievni fara har piparið grør.

- Lond, sum vilja menna kjarnorkuna, skulu hava møguleika til tess. Tað er upp til einstøku londini í ES, antin tey vilja menna kjarnorkuna ella ikki, sigur hann, sambært ES heimasíðuni Euractiv.

Timmermans telist millum tey uttast á grøna vonginum, sum m.a. vil seta í verk krøv um lágt útlát av vørum, sum verða innfluttar til ES, av sama slag sum krøv, ið verða sett framleiðsluni í ES londum. Eisini eigur heimshandils felagsskapurin WTO at fylgja somu krøvum til tess at røkka bruðardyggum búskapi. Frakland tekur yvir ES formansskapin í januar og eitt hálvt ár fram. Franski forsetin Emmanuel Macron sigur, at hann fer eisini at raðfesta grøna orkuskifti í sambandi við veðurlagsbroytingarnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021

57 Leygardagur 18. desember 2021

Dóttir fyrsta amerikanara í rúmdini við á ferð hjá Blue Origin

Leygardagin var triðju ferð, at Blue Origin sendi ferðafólk út í rúmdina, og boðin við á ferðina var dóttir Alan Shepard, sum í 1961 gjørdist annar maður og fyrsti amerikanari í rúmdini

Her sæst Laura Shepard Churchley saman við hinum ferðafólkunum, sum síðsta leygardag vórðu send í rúmdina (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var triðja ferð, at amerikanska rúmdarferðarfyritøkan Blue Origin sendi ferðafólk út í rúmdina. Tað er milliardingurin og Amazon-stovnarin, Jeff Bezos, sum eigur fyritøkuna.

Í rúmdarfarinum, sum varð sent upp í Texas, var ein serligur gestur millum ferðafólkini. Talan var um 74 ára gomlu Laura Shepard Churchley, ið er dóttir Alan Shepard, fyrsta amerikanara í rúmdini.

Leygardagin slapp hon at uppliva 11 minuttir langu rúmdarferðina, 60 ár eftir, at pápi hennara skrivaði søgu, tá hann varð sendur út í rúmdina.

Laura Shepard Churchley og fimm onnur ferðafólk vórðu send upp umleið 106 kilometrar frá jarðarskorpuni, har tey upplivdu nakrar minuttir í tyngdarloysi, áðrenn tey lendu trygt í Texas aftur.

Laura Shepard Churchley og eitt annað ferðafólk vórðu boðin við á ferðina, meðan hini fýra máttu gjalda eina óupplýsta upphædd fyri at sleppa ein túr í rúmdina, skrivar Ritzau.

Rúmdarfarið, sum sendi tey út í rúmdina leygardagin, hevur fingið navnið "New Shepard" til heiðurs fyri Alan Shepard.

Tað var í mai 1961, at Alan Shepard gjørdist annar maðurin í rúmdini, eftir at Sovjetsamveldið í apríl hevði sent Jurij Gagarin út í rúmdina sum tann fyrsti maðurin. Alan Shepard er eisini ein teirra, ið hevur verið á Mánanum. Hann andaðist í 1998, 74 ára gamal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2021

58 Leygardagur 18. desember 2021

Oljumilliardirnar fossa inn í norska statskassan

Stóri vøksturin í bæði olju- og gassprísum kemur væl við hjá Noregi

Troll feltið - ein norsk peningamaskina
SkrivaÐ:

Jan Müller

Noreg hevði eitt yvirskot uppá 78,7 milliardir norskar krónur á handilsjavnváganum í november, skrivar norski hagtalsstovnurin “Statistisk sentralbyrå”.

Hetta eru tó 5,8 milliardir krónur minni enn í metið í oktober. Samlaði vøruútflutningin var uppá 158,1 milliardir krónur í november og setti met fimta mánaðin á rað. Tað er tvífalt so nógv sum fyri november í fjør, skrivar Finansavisen.

Hægri orkuprísir og serliga á gassi eiga mesta av framgongdini. Vøruinnflutningurin var uppá 79,4 milliardir krónur í november.

Virðið á útflutninginum á gassi var 72,6 milliardir í november og nærum fimm ferðir so nógv sum fyri november í fjør. Útflutningurin á olju var uppá 34.6 milliardir krónur og hækkaði við 83,4 prosentum í mun til sama mánað í fjør. Høvuðsorsøkin var ein vøkstur í oljuprísinum úr 394 til 699 krónur fyri fatið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

59 Leygardagur 18. desember 2021

Júst sum liðskiparin vónaði

Føroyar skulu møta Turkalandi, Luksemborg og Litava í Nations League 2022

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv júst sum liðskiparin á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, Hallur Hansson, vónaði.

Lutakast var hósdagin um bólkabýtið í Nations League-kappingini, sum verður á skránni í 2022. Føroyar vunnu bólkin seinast, framman fyri Malta, Lettlandi og Andorra, og verða tískil í deild C hesaferð, har mótstøðulondini væntandi eru nakað sterkari.

Hallur Hansson segði við heimasíðuna hjá FSF, at dreymabólkurin var Turkaland, Luksemborg og Litava. Og soleiðis bleiv.

[object Object]

Dystirnir verða spældir í juni og september mánað í 2022. Fýra dystir í juni og tveir í september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

60 Leygardagur 18. desember 2021

Spæla fýra dystir uppá ellivu dagar í juni

Tá er talan um tveir útidystir og tveir heimadystir. Føroyar byrja Nations League-kappingina næsta ár í Turkalandi - fyrst í juni - og enda hana síðst í september heima móti turkum

Hallur Hansson fekk sítt ynski - Føroyar spæla heili fýra dystir fyrsta partin av juni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu UEFA Nations League kapping. Har gjørdist greitt, at Føroyar, ið nú eru í deild C og ikki tí niðastu, komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.

Talan er um mótstøðulið, ið Føroyar hava fingið góð úrslit móti fyrr - tó er tað langt síðani - og Turkaland og Luksemborg eru í øllum førum vorðin væl sterkari, síðani føroyingar seinast spældu móti teimum. Tað er heldur serligt, at hetta eru júst somu mótstøðulið, ið liðformaðurin hjá føroyska landsliðnum ynskti áðrenn.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum boðaði í gjár frá, at dystarskráin fyri kappingina nú er klár.

Fýra dystir eru á skránni í juni mánaði - tveir á Tórsvølli og tveir á útivølli - og teir verða spældir í einum tíðarbili á ellivu dagar. Tveir dystir verða spældir í september. Serstaka skráin hongur saman við, at HM-endaspæl veðrur í Katar í november og desember.

Føroyska A-landsliðið við monnum byrjar kappingina á útivølli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, og endar á heimavølli sunnudagin 25. september, somuleiðis móti Turkalandi.

Skráin fyri Nations League 2022:
4. juni Turkaland – Føroyar
7. juni Føroyar – Luksemborg
11. juni Føroyar – Litava
14. juni Luksemborg – Føroyar
22. sept. Litava – Føroyar
25. sept. Føroyar – Turkaland

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

61 Leygardagur 18. desember 2021

KÍ-málverji til EB/Streym

Kristian Joensen skal næsta ár verja málið hjá sundalagsmonnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur boðaði í vikuni frá, at Kristian Joensen, sum í ár vann føroyameistaraheitið við KÍ, framyvir spælir fyri sundalagsmenn.

29 ára gamli Kristian Joensen av Glyvrum hevur verið fastur í málinum hjá KÍ seinastu árini, men hevur mesta partin av hesum kappingarárinum sitið á bonkinum.

Sambært FaroeSoccer hevur Kristian Joensen leikt 191 dystir í Betri deildini, umframt 101 í 1. deild, 29 í kappingini um løgmanssteypið og 14 dystir í Champions League og Europa League. Umframt tað, hevur hann eisini verið úttikin til føroysku landsliðini.

Rói Zachariasen, sum hevur staðið í EB/Streymamálinum, fer næsta kappingarár at verja AB-málið.

[object Object]Eyðstein Zachariassen, næstformaður í EB/Streymi og Kristian Joensen (Mynd: EB/Streymur)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2021

62 Leygardagur 18. desember 2021

Ronni Møller-Iversen til 07 Vestur

Vágamenn sum endaðu á einum sætta plássi í ár, styrkja seg til komandi kappingarár

Ronni Møller-Iversen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vágamenn endaði hetta kappingarárið á sætta plássið við 28 stigum, og tað má sigast at vera meira enn flest fólk høvdu roknað við.

Høvuðsvenjarin Magnus Powel er farin undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár, og fyrsti styrkurin er í Ronni Møller-Iversen, sum kemur úr EB/Streymi.

Hesum boðar 07 Vestur frá á heimasiðuni.

27-ára gamli danin kom annars til KÍ í 2018, og leikti nærum hvønn dyst undir Mikkjal Thomassen. Hóast hetta flutti hann inn á Skála, har hann, næstu tvey árini, var ein av lyklaleikarunum. Tá Skála so flutti niður í fjør, vóru boð eftir Ronni norðuri á Eiði, har hann, við 27 landskappingardystum í ár, varð ein av týdningarmestu leikarunum hjá EB/Streymi.

Í alt hevur Ronni, hesi fýra árini í Føroyum, leikt 95 dystir í Betri Deildini, umframt 9 í steypakappingini. Hann hevur skotið 15 mál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2021

63 Leygardagur 18. desember 2021

Venjaratoymið hjá toftamonnum upp á pláss

André Olsen legst aftur at Øssuri Hansen sum hjálparvenjari og Allan Tungá verður kropsligur venjari

André Olsen, Øssur Hansen og Allan Tungá (Mynd: B68)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B68 megnaði at vera verandi í fremstu fótbóltsdeildini í Føroyum, og nú er stóra uppgávan á Toftum at stabilisera seg í deildini.

Seinastu dagarnar eru nógvir sáttmálar undirskrivaðir, og síðsta leygardag kundi felagið kunngera, at venjaratoymið er upp á pláss.

Aleksandar Jovevic sum var hjálparvenjari í fjør, verður næsta kappingarár høvuðsvenjari hjá ÍF, sum í ár flutti niður í næstu bestu deildina.

Men felagið fær lokala hjálp. André Olsen, sum í 2019 og 2020 var hjálparvenjari hjá B36, og í part av árinum í ár hjálparvenjari hjá NSÍ, kemur aftur at Øssuri Hansen.

Harafturat kemur Allan Tungá afturat sum kropsligur venjari.

B68 endaði í gjár á einum áttanda pláss við 25 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2021

64 Leygardagur 18. desember 2021

Dann Fróðason leingir við barndómsfelagið

Sum 16 ára gamal spældi sandavágsmaðurin fyrsta dystin á besta liðnum hjá 07 Vestur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur og Dann Fróðason hava longt sáttmálan, og ungi verjuleikarin heldur sostatt framm í barndómsfelagnum komandi tvey árini.

Sandavágsmaðurin fekk fyrsta dystin á besta liðnum hjá 07 Vestur heilt afturi í 2016, tá hann, bert 16 ár og 2 mánaðar gamal, kom á vøllin fyri Gunleif Magnusarson í 3-1 heimasigrinum á B71. Tilsamans eru tað blivnir til 105 dystir fyri besta liðið, 56 í Betri Deildini, 54 í 1. deild umframt 5 steypakappingini, og 9 mál.

Dann hevur eisini verið á fleiri av ungdómslandsliðunum, seinast á U21-landsliðinum í summar, har hann fekk fullan dyst móti Armenia.

07 Vestur endaði í fjør á sætta plássið í Betri deildini við 28 stigum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

65 Leygardagur 18. desember 2021

Eiler eisini longt við 07 Vestur

18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur dystin upp um pláss á besta liði felagsins

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dann Fróðason skrivaði í vikuni undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Nú hevur beiggin, Eiler Fróðason, eisini skrivað nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og 18-ára gamli sandavágsmaðurin tekur sostatt kampin upp um pláss á besta liði felagsins.

Málfarligi miðverjin varð ein av lyklaleikarunum í fjør, tá 07 Vestur fluttið upp í Betri deildina, við 19 dystum og heili 5 málum. Hann fekk annars frumdystin sum 16-ára gamal í august í 2019. Í ár eru tað vorðnir 10 dystir í Betri Deildini og tvey mál. Á besta liðinum hjá 07 Vestur eru tað í alt 36 dystir og sjey mál. 

Í septembur í ár varð Eiler eisini úttikin til U19-landsliðið, og spældi tveir venjingardystir móti Norður-írlandi.

Eins og eldri bróðurin Dann, er Eiler uppvaksin í 07 Vestur, og í felagnum er stór gleðið um at ungu leikararnir klára at bjóða av um plássini á besta liðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

66 Leygardagur 18. desember 2021

Brandur og Helsingborg skulu upp í bestu deildina aftur

Hetta er greitt eftir dramatiska 3-1 sigurin í Halmstad týskvøldið, har Helsingborg leingi ikki var á uppflytingarkós. Føroyski miðvallarin legði upp til fyrsta málið hjá Helsingborg

Brandur Hendriksson verður fagnaður av ovfarakátum Helsingborg-fjepparum, eftir at uppflytingin er komin í hús (Mynd: Helsingborg IF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var óvæntað - serliga eftir 0-1 ósigurin í fyrra dystinum, ið var í Helsingborg leygardagin. Tá høvdu teir reyðkløddu einki skot á mál, og Halmstad hevði undan dystinum týskvøldið ikki latið fleiri enn eitt mál inn í nøkrum heimadysti. 

Tað vil siga, at tá heimaliðið javnaði, sjey minuttir eftir leiðslumálið hjá Helsingborg, so sá tað tungt út hjá liðnum, sum í 2021 hevur spælt í Superettan. 0-1 málið var Brandur Hendriksson annars upphavsmaður til.

Skálvíkingurin fekk bóltin nakað til vinstru og beint aftanfyri miðlinjuna og sendi eina langa og góða alvering í dýbdina og nakað til høgru. Har tók Wilhelm Loeper ímóti bóltinum og beindi hann síðani hegnisliga uppum Halmstad-málverjan og í netið.

Helsingborg skuldi hava minst eitt slíkt afturat, og í 2. hálvleiki varð jagstrað. Tað gav úrslit, tá toppskjúttin Anthony van den Hurk í 84. minutti kastaði seg fram og stútaði bóltin í málið til 1-2. Útivallarmál telja í upp- og niðurflytingardystunum í Svøríki, og tískil vóru Brandur og liðfelagarnir nú á veg upp í Allsvenskan.

[object Object]
(Mynd: Helsingborg IF)

Hetta varð staðfest, tá finnin Rasmus Karjalaeinen eftir 90 minuttir gjørdi sær dælt av einari verjuvilli hjá heimaliðnum: 1-3 og so kundu útiáskoðarnir av álvara byrja uppá uppflytingarveitsluna. 

Brandur Hendriksson Olsen, ið fyllur 26 í næstu viku, og fekk gult kort í fyrsta minutti, spældi allar 90 minuttirnar í avgerandi dystinum. Hann hevur verið ein fastur og týdningarmikil leikari á liðnum í ár.

Helsingborg endaði nummar trý í næstbestu deildini, og eftir samlaða 3-2 sigurin í upp- og niðurflytingardystinum er greitt, at liðið flytur upp saman við Värnamo og GIF Sundsvall. Umframt Halmstad, fara Örebro og Östersunds niður. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

67 Leygardagur 18. desember 2021

Agüero má gevast við at spæla bólt

Hjartatrupulleikar forða fyri at stjørnuáleyparin kann halda fram

Sergio Agüero hevði grupult við at halda tárunum aftur á tíðindafundinum í dag (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stjørnuáleyparin hjá FC Barcelona, argentinarin Sergio Agüero, hevur hjartatrupulleikar, og støðgar nú við at spæla fótbólt.

Tað segði hann á tíðindafundi á Camp Nou mikudagin. Spælarin var týðuliga rørdur av støðuni.

Fleiri liðfelagar vóru til staðar á heimavøllinum hjá Barcelona, og eisini forsetin í felagnum, Joan Laporta, sum royndi at ugga Agüero.

[object Object]Juan Laporta, sat undir liðini á Agüero á fundinum (Mynd: EPA)

Eisini Pep Guardiola, ið var venjari hjá Agüero undir hansara bestu tíð í Manchester City, var til staðar á tíðindafundinum.

- Eg havi gjørt av at støðga við at spæla fótbólt professionelt. Hetta er ein ógvuliga trupul løta. Eg havi tikið avgerðina orsaka av míni heilsu, og trupulleikanum, sum tók seg upp fyri hálvumøðrum mánaði síðani, segði Sergio Agüero.

Argentinarin bað um at verða skiftur út í einum dysti móti Alaves síðst í oktober, tí hann hevði pínu í bróstinum og trupulleikar við andadráttinum.

[object Object]Pep Guardiola var eisini til staðar at stuðla Agüero (Mynd: EPA)

Sergio Agüero kom til Evropa at spæla í 2006, tá hann fekk sáttmála við spanska felagið Atlético Madrid. Í 2011 fór hann til Manchester City, har hann spældi 275 dystir og skjeyt 184 mál. Í ár skifti hann til Barcelona, har hann bert náddi at spæla fýra dystir og skjóta eitt mál.

Hann hevur spælt 101 landsdystir og skotið 41 mál fyri argentinska landsliðið. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

68 Leygardagur 18. desember 2021

Elias og Sävehof stóðu seg væl móti Magdeburg

19-ára gamli hoyvíkingurin skoraði fýra mál, og legði upp til tvífalt so nógv í trý-máls tapinum fyri oddaliðnum í Bundesliguni. Tað at hann noyddist út í tveimum førum í fyrra hálvleiki órógvaði álopsspælið hjá Sävehof

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi vart við seg í European League (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Heimaliðið, ið var undirtippað, fekk eina dreymabyrjan móti oddaliðnum í Bundesliguni, og sum eisini vann HM fyri lið tíðliga í oktober. 

Tá eitt korter var leikt av European League-dystinum í Partille Arena, var støðan 6-2. Kontrálopini hjá Sävehof vóru skørp, og tað vóru nøkur av "skipaðu" álopinum, við Eliasi í høvuðsleikluti, eisini.

Hoyvíkingurin skoraði hesa fyrstu løtuna tvey góð mál og legði upp til tvey. Verjuparturin hjá heimaliðnum var tó helst størsti lykilin, og danski málverjin Bertram Obling var framúr: Hann bjargaði fimm av teimum fyrstu sjey skotunum hjá Magdeburg, og í fleiri førum var talan um stórbjargingar. 

Obling hevði eisini aðrar góðar bjargingar í hálvleikinum, men Elias og co. fingu ein trupulleika, tá ein annar danskur málverji kom á vøllin. Jannick Green gjørdi stóran mun fyri Magdeburg og dystin. At Elias beint fyri miðjan fyrra hálvleik noyðist út til viðgerð i nakrar minuttir, tók eisini broddin av álopsspælinum hjá heimaliðnum - nakað sum frásøgumaður og viðmerkjari á Viaplay vóru inni á.

Føroyingurin fekk ein stoyt í andlitið, tá norski strikuleikarin/miðverjin og landsliðsleikarin Magnus Gullerud royndi at forða honum í at bróta ígjøgnum. Tað eydnaðist, men Gullerud fekk útvísing, Sävehof brotskast og Elias noyddist út at fáa alla høkuna tape'aða. Hetta tók nakrar minuttir, og eftir enn eina harða takkling seint í hálvleikinum fór tape'i av, og føroyingurin noyddist aftur út.

Sävehof var á odda tað mesta av hálvleikinum, men tá steðgur var, var javnleikur. 

SC Magdeburg hevur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum, og tað skuldi heldur ikki verða hesaferð.

Hóast Sävehof fylgdi væl við fyrstu løtuna í seinnu hálvleiki, og eisini kom á odda aftur, so eydnaðist ikki at halda fast. Týska liðið fekk av álvara sítt álopsspæl at koyra, og hóast Elias hevði fleiri góðar fríspælingar, so var tað ov torført hjá Sävehof at fylgja við týska oddaliðnum. Elias skoraði fýra mál uppá sjey skotroyndir og hevði átta upplegg - um viðleikararnir í summum førum vóru skarpari, hevði hann havt fleiri.

IK Sävehof er oddalið í Svøríki. Í European League er liðið framvegis nummar tvey í bólkinum - nú trý stig aftan fyri Magdeburg. Kappingin verður tikin upp aftur í 2022.

European League, 6. umfar
Bólkur C - 14. desember

IK Sävehof - SC Magdeburg 26-29 (11-11)
Elias Ellefsen á Skipagøtu: Fýra mál og átta assist.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2021

69 Leygardagur 18. desember 2021

Kyndil vann týðandi dyst á grannunum

Teir grønu tryggjaðu sær ikki øll stigini fyrr enn í allar seinastu løtu. Alt er opið í stríðnum um fjórða plássið

Tróndur Wardum avgjørdi dystin í allar seinasta sekundi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hørð kapping er um fjórða plássið í Burn deildini í hondbólti. 

Grannarnir Neistin og Kyndil hittust í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Á stigatalvuni vóru tað tvey stig, sum skiltu partarnar, men nú er javnt.

Kyndil var omaná allan fyrra hálvleik, og støðan í hálvleikinum var 13-11. Men so fór at ganga hinvegin, og Neistin lá eitt skifti á odda í seinna hálvleiki. Kyndil kom inn í dystin aftur, og tá ein minuttur var eftir, var javnt 25-25. 

Men í allar seinasta sekundið avgjørdi Tróndur Wardum dystin, og Kyndil vann 26-25.

Sigurin hjá Kyndli setur av álvara spenning í stríðið um fjórða plássið. Team Klaksvík og StÍF hava níggju stig meðan Neistin og Kyndil hava átta stig.

Kyndil - Neistin 26-25 (13-11)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

70 Leygardagur 18. desember 2021

Donsku kvinnurnar ov stuttar eftir gysara

Liðið hjá Jesper Jensen var á odda størsta partin av HM-hálvfinaluni, men olympisku meistararnir úr Fraklandi vóru stinnari

Lærke Nolsøe stríðist um ein bólt í EM-undankappingardystinum í Føroyum í oktober. Hon og liðfelagirnir vóru leingi omaná í Spania fríggjakvøldið, men tað rakk ikki til finalupláss (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eins og í EM-endaspælinum á heimavølli fyri einum ári síðani, gjørdist danska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið ov stutt til at røkka HM-finaluna. Tá var Danmark á odda við trimum málum í steðginum, men megnaði ikki at hanga fast, og søgan endurtók seg á ein hátt hesaferð. Tað gjørdist tó tættari enn tá - Frakland vann við einum máli í hálvfinaluni í Granrollers í Katelonia, men tað var Danmark, ið var á odda við tveimum málum, tá farið var til hálvleiks.

Danska liðið var eisini omaná so at siga allan fyrra hálvleik, har kontraspælið við Line Haugsted í fyrstu bylgju eydnaðist heilt væl, har álopsspælið í pørtum var í góðari rútmu, men har tað serliga var verjuparturin, ið gjørdist munurin. Frakland fekk ikki frið til sítt spæl, og tá tær megnaðu at bróta ígjøgnum og koma til rímiliga frí skot, stóð Althea Reinhardt ofta væl fyri. 25-ára gamli Odense-málverjin varð kostin til dagsins leikara. Sum seinni hálvleikur leið fekk hin ikki líka væl fatur á skotunum, ið tó oftari gjørdist frí, og so kom Sandra Toft inn til seinastu tíggju minuttirnar og hevði fýra stórbjargingar, ið veruliga hildið spenninginum í dystinum.

Tá var Frakland komið uppá javnt, og seinastu løtuna av dystinum vóru tær í bláum sterkari á so at siga øllum økjum. Olympisku meistararnir vóru aftanfyri við trimum málum, tá nakað undir eitt korter var eftir, men so gekk skjótt.

Við einari meira offensivari verju, 5-1, fekk Frakland órógvað danska álopsspælið væl; tað var og stirvið, og ov nógv hekk á Mie Højlund - Jesper Jensen nýtti bert sjey ímóti seks eina ferð. Vengurnir fingu nøkur skot móti endanum, men tey flestu vóru úr heldur spískum ella ógvuliga spískum, og øll vórðu brend. Darleux í málinum tók yvir 40 prosent í seinna hálvleiki, og í hinum endanum fekk Frakland ferð á, og við sínari styrki, ferð og royndum hálaðu tær ein sigur í land. Tað varð 20-21, Danmark javnaði tvær ferðir, men triðju ferð gekk ikki, hóast Frakland misnýtti møguleikan at koma upp á +2 fyri fyrstu ferð í dystinum í síðsta minuttinum.

Danmark var ógvuliga tætt við at koma í sína fyrstu finalu í 17 ár, men skal ístaðin spæla um HM-bronsu sunnudagin.

Fronsku kvinnurnar hava seinastu fýra árini vunnið tríggjar kappingar, HM 2017, EM 2018 og OL fyrr í ár og hava sunnudagin møguleikan at leggja aftruat.

Noreg verður hitt liðið í finaluni. Norsku kvinnurnar vunnu seinni í gjárkvøldið hina hálvfinaluna móti Spania.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

71 Leygardagur 18. desember 2021

Jóhan á Plógv við í danska hópinum til EM-endaspælið

Tjúgu leikarar skulu við til Ungarn í januar, har Danmark skal royna at koma í enn eina finalu

Jóhan á Plógv Hansen er annar av høgru vongunum, ið er úttikin. Her sæst hann í dysti móti Føroyum í seinastu EM-undankapping
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samstundis sum danska kvinnulandsliðð fyrireikaði seg til HM-hálvfinalu í Spania varð danska manslandslandsliðið til EM-endaspælið, sum verður í Ungarn og Slovakia í januar, úttikið.

Hesir tjúgu leikararnir skulu við:

Málverjar: Niklas Landin (Kiel), Kevin Møller (Flensburg-Handewitt), Jannick Green (Magdeburg)

Vengur: Magnus Landin (Kiel), Emil Jakobsen (Flensburg-Handewitt), Lasse Svan (Flensburg-Handewitt), Johan Hansen (Hannover-Burgdorf).

Strikurspælarar: Magnus Saugstrup (Magdeburg), Simon Hald (Flensburg-Handewitt), Henrik Toft Hansen (PSG), Rene Antonsen (Aalborg)

Bakkar/verjuleikarar: Jacob Holm (Füchse Berlin), Mads Mensah (Flensburg-Handewitt), Rasmus Lauge (Veszprem), Mikkel Hansen (PSG), Lasse Andersson (Füchse Berlin), Henrik Møllgaard (Aalborg), Mathias Gidsel (GOG), Niclas Kirkeløkke (Rhein-Neckar Löwen), Aaron Mensing (Flensburg-Handewitt)

16 leikarar verða í hvørjum dystarhópi

Heili fjúrtan av leikarunum spæla til dagliga í týskum hondbólti; millum annð Jóhan á Plógv Hansen, Aaron Mensing, ið hevur bæði danskan og týskan ríkisborgararætt, og sum skal við til sítt fyrsta endaspæl, Jannick Green, sum týskvøldið kom inn og gjørdi stóran mun fyri týska oddaliðið í evropeiskum dysti móti Eliasi á Skipagøtu og Sävehof, og sum ikki hevur verið við til seinastu endaspælini, tí Kevin Møller og Emil Nielsen hava staðið frammanfyri

Niklas Landin er sjálvandi framvegis fyrstaval, og hann og Mikkel Hansen og onnur kend nøvn eru við, og so er Rasmus Lauge, ið hevur sitið heima, tá tey seinastu endaspælini hava verið leikt, orsakað av álvarsligum knæskaða, við aftur og skal spæla EM í landinum, har hann til dagliga spælir hondbólt.

Tann eina "síðan av kappingini" verður leikt í Ungarn, og tað verða hálvfinalur og finalur eisini.

[object Object]
Nikolaj Jacobsen hevur nú tikið endaligu avgerðina um hópin til endaspælið, ið byrjar um minni enn ein mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

Danmark hevur vunnið tvey tey seinastu HM-endaspølini - á heimavølli í 2019 og í Egyptalandi í januar, og Nikolaj Jacobsen leiddi eisini liðið til OL-finaluna í Tokyo, har Frakland tó var omaná.

Í seinasta EM-endaspælinum gekk tó minni væl - í roynd og veru heilt illa, tí danir noyddust yvirum um Oyrasundsbrúnna eftir bólkaspælið í Svøríki í januar 2020.

Danmark er bólki saman við Montenegro, Norðurmakedonia og Ungarn. Byrjað verður móti Montengro, ið danir taptu ímóti á útivølli í 2018 - stutt eftir at Føroyar høvdu spælt javnleik - 13. januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

72 Leygardagur 18. desember 2021

Føroyskur flogbóltur við í EuroVolley undankappingum

Harvið skulu A-landsliðini royna seg móti nøkrum av teimum stóru - fyrstu ferð verður í august. Hetta er liður í menningarætlanini hjá Flogbóltssambandinum, sum skal vera við til at hækka støðið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft

Her sæst Thorvald Danielsen í landsdysti - skjótt verða avbjóðingarnar fleiri og nógv størri hjá landsliðunum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin í Flogbóltssambandi Føroya gjørt av, at A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu luttaka í stóru EuroVolley kvalifikatiónskappingunum hjá CEV.

Við hesum stigi byrja føroysku landsliðini at luttaka í somu kappingum, sum hinar stóru flogbóltstjóðirnar í Evropa, so sum Póland, Italia og Serbia.

Hesum boðar Flogbóltssamband Føroya frá í tíðindaskrivi. Lagt verður frá landi í august 2022:

- Innleiðandi kvalifikatiónsbólkaspælið er í august, og tá skulu bæði kvinnur og menn leika tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Sostatt verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja føroyska A-landsliðini leika heimadystir móti nøkrum av bestu liðunum í Evropa. Endaligu bólkarnir verða avgjørdir seinni.

Hendan avgerðin er ein umráðandi liður í einari menningarætlan hjá Flogbóltssambandinum. Tað kostar nógv, men tað er umráðandi at geva leikarum nýggjar avbjóðingar:

- Avgerðin at lata føroysku liðini luttaka á hægsta stigi er eitt kostnaðarmikið sats, men er liður í eini 3-5 ára menningarætlan fyri flogbóltin, sum skal vera við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft.

Hetta skal so eisini hava við sær, at áhugin millum børnini at leika flogbólt økist, soleiðis at tilgongdin til feløgini gerst betri. Sum lið í langtíðarætlanini eru landsliðsvenjararnir fyri A-landsliðini og fyri U-landsliðini eisini nú langtíðarsettir fyri á tann hátt at tryggja eina áhaldandi menning av leikarum, boðar Flogbóltssambandið frá.

Í løtuni eru U18-landsliðið við dreingjum og U17-landsliðið við gentum til CEV Volleyball European Championship í Køge. Danmark, Finnland, Ísland og Noreg eru mótstøðuliðini í báðum kappingunum. Gongd varð sett á kappingarnar fyrr í dag, og bæði liðini spæla aftur í kvøld. Til ber at stroyma her. Dystarskráin er her - alt er føroyskar tíðir: 

U18 dreingir:
17/12/2021 kl. 11: Noreg-Føroyar
17/12/2021 kl. 17: Føroyar-Ísland
18/12/2021 kl. 11: Føroyar-Finnland
19/12/2021 kl. 09: Danmark-Føroyar
19/12/2021 kl. 16: Bólkafinala nr. 1 - nr. 2

U17 gentur:
17/12/2021 kl. 12: Føroyar-Finnland
17/12/2021 kl. 19: Noreg-Føroyar
18/12/2021 kl. 15: Føroyar-Danmark
19/12/2021 kl. 11: Ísland-Føroyar
19/12/2021 kl. 16: Bólkafinala nr. 1 - nr. 2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2021

73 Leygardagur 18. desember 2021

Flogbóltur: Óvæntaðir sigrar

Fleyr knógvaði oddaliðnum SÍ

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Veruligur spenningur kom í Føroya Tele-deildina hjá kvinnum eftir at Fleyr síðsta leygardag vann 3-1 á oddalinum SÍ, og KÍF vann 3-1 á Drátti, sum var nummar tvey undan hesum dystunum.

KÍF hevur haraftrat ein dyst til góðar ímóti TB, og verður hann vunnin, so er KÍF beint í hølunum á hinum trimum ovastu, sum kappast um tey tvey finaluplássini í landskappingini.

Hjá KÍF var um reppið at 3-stiga-sigurin var mistur, eftir at greiða leiðslan í fjórða setti var svunnin burtur, og stríðshugaðu Dráttur-kvinnurnar javnaðu til 24-24, men tá mest stóð á, hildu kollfirðingarnir høvdið kalt, og vunnu settið 26-24.  

Dystirnir leygardagin:
Fleyr – SÍ 3-1 (25-19, 25-27, 25-21, 25-19)
KÍF – Dráttur 3-1 (25-20, 22-25, 25-20, 26-24)
TB – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)

Støðan (dystir) / stig:
SÍ (6) / 14
Fleyr (6) / 13
Dráttur (6) / 11
KÍF (5) / 7
TB (5) / 6
Mjølnir (6) / 0

---

Eisini í Føroya Tele-deildini hjá monnum er háspenningur um finaluplássini, eftir at Fleyr vann 3-0 á SÍ. Sigurin hevur við sær, at Fleyr á fjórða plássi er nú bert 2 stig frá næstfremsta plássinum, har ÍF liggur við 11 stigum - 1 stig frammanfyri SÍ á triðja plássi. Fremst er Mjølnir við 15 stigum. Mjølnir spælir leygarkvøldið kl. 18 ímóti ÍF á Kambsdsali.

Dystirnir leygardagin:
Fleyr – SÍ 3-0 (25-17, 25-23, 25-20)
ÍF – Mjølnir kl. 18:00

Støðan (dystir) / stig:
Mjølnir (5) / 15
ÍF (6) / 11
SÍ (7) 10
Fleyr (6) / 9
Ternan (6) / 0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2021

74 Leygardagur 18. desember 2021

Sarah Mahfoud gleðir seg at verja HM-heitið á heimavølli

Stórt boksikvøld verður í Brøndby Hallen 7. januar, har Sarah Mahfoud fyri fyrstu ferð skal verja sítt heiti. Tað skal hon móti Ninu Meinke úr Týsklandi, ið er evropameistari

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann 1. februar í fjør basti Sarah Mahfoud argentisku Brenda Karen Carabajal i Frederiksberg Hallerne og tryggjaði sær harvið eitt IBF heimsmeistaraheiti.

Orsakað av koronustøðuni og einum avlýstum dysti í USA og einum í Danmark, hevur Sarah Mahfoud framvegis ikki vart sítt heimsmeistaraheiti. Fyrsti danin við einum IBF-heiti sleppur skjótt tað, og tað sleppur hon á heimavølli 7. januar. 

[object Object]

Tað er týski boksarin, Nina Meinke, ið skal royna at taka beltið. Hon er evropameistari og hevur ikki tapt í fýra ár. Meinke hevur vunnið tólv av 14 dystum sum yrkisboksari, og verður 

Hon er en dugnaligur boksari. Hon er sterk, hon er evropameistar og hevur boksað so nógvar stórar dystir; flytur seg væl og er nógv á tærnum. Tað verður hørð mótsstøða, tá man ikki hevur boksað so leingi, men spennandi og tað gevur mær eyka blóð á tonnina, at eg veit, at eg veruliga skal levera til mítt besta og vera 100 prosent til reiðar til dystin. Eg havi hugt uppá hana: Hon er sterk, men hon fær ikki mítt heiti, sigur Sarah Mahfoud í tíðindaskrivi hjá Danish Fight Night.

Eftir tíggju dystir sum yrkisboksari er Mahfoud, ið er hálvur føroyingur og sum búði í Vestmanna síni fyrstu ár, ósigrað. Nú gleðist hon um at sleppa í ringin aftur, og at tað veðrur í júst Danmark, har stuðulin til hana kann geva nakað eyka. 

Tað er venjarin úr Panama, Bernardo (Benny) Checa, sum fyrireikar Sarah Mahfoud i hesum døgum. Hann hevur vant og hjálpt heili sjey ymiskum heimsmeistarum -  tann mest kendi er Roberto Duran. 

- Hann er ógvuliga dugnaligur og royndur. Hann hevur nógv fokus á rørslu. Eg læri eina rúgvu av honum, sigur heimsmeistarin í fjørðurvekt millum annað um venjara sín

Stórt boksikvøld verður í Brøndby Hallen 7. januar, har Mahfoud - Meinke er tann heilt stóri dysturin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2021

75 Leygardagur 18. desember 2021

Fagna ársins ítróttarfólkum 5. februar

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at seta sjóneyðkuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum – í ítróttafeløgunum og sambondunum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at seta sjóneyðkuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum – í ítróttafeløgunum og sambondunum.

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur samstundis nógva tíð og nógva orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIРog ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Ársins ÍtróttaÁTAK verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

Heiðurslønin ÍtróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. 

ÍSF virðismetir hetta ólønta og sjálvbodna arbeiðið, og í hesum sambandi verður Heiðursskjal Poul E. Petersen latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2021 verður hildin leygarkvøldið 5. februar 2022 á Hotel Hilton og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendur beinleiðis frá tiltakinum klokkan 20.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2021