Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 25. desember 2021 | Nr. 52 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Vísa konan í Tórsgøtu

SíÐa 9

1 Leygardagur 25. desember 2021

Gleðilig jól og góðan lesihug

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini jóladag

Jólaheilsan

Gleðilig jól!

Jóladagur – og vit ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól!

“Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.” Soleiðis ljóðaði boðskapurin til hirðarnar jólanátt.

Jólaboðskapurin er hin sami. Higartil hevur eingin tikið stig til at broyta innihaldið! Og hvat skuldi so verið broytt?

Tað verður sagt, at um ikki broytingar ella tillagingar verða gjørdar, so steðgar alt upp, ja, so eru útlitini fyri framman ikki góð.

Nógv siðbundið er knýtt at jólunum og jólahaldi.

Broytingar eru ikki kærkomnar, tí um jólini hvíla vit best í tí, sum vit altíð plaga ella eru von at gera.

I.P. Gregoriussen yrkti “Gentukæti”: “So lið um lið vit fara/ígjøgnum býin tá,/har lyktirnar tær lýsa í myrkastu vrá;/”butikkirnar” um kvøldarnar tær skína sum sól,/í mínum hjarta er tað, sum altíð tað var jól.”

Skaldið er beinrakið. Tí hjartað og jólini er tætt knýtt hvørt at øðrum. Har hjartað ikki er við tí, sum gjørt og sagt verður, eru jólini fátækslig.

Soleiðis er tað í øllum, vit takast við í orði og í verki. Fáur er, ið ikki kann taka undir við hesum.

Hóast orðini um frið á jørð og í menniskjum góður tokki hava ljóðað yvir tvey túsund ár, hava vit menniskju nógv at læra. Tað veri seg á høgum støði í samstarvi millum lond og tjóðir og í viðurskiftum millum menniskju. Ikki kann sigast, at vit altíð eru so hjartalig hvør móti øðrum.

Her kunnu vit so vóna, at broyting kemur í.

Muður mælir tað, sum hjartað er fult av.

Tá ið talan er um broytingar, so er tað neyvan jólaboðskapurin, sum skal broytast, men hjørtuni, sum taka ímóti boðskapinum. Hetta hevur altíð verið og er framvegis stóra avbjóðingin hjá menniskjum.

Kristni heimurin hátíðarheldur í dag Kristi føðing. Jólaboðskapurin er altíð ein áminning um frið á jørð og góðan tokka millum menniskju.

Vit liva í einum pluralistiskum samfelag, har nógvar áskoðanir sleppa at trívast. Vit hava eitt fólkaræði, har trúarfrælsi og mannarættindi eru nøkur av grundvirðunum í samfelagnum. Hesi virðini eiga vit at verja.

Jólaboðskapurin og kærleikin til næstan hoyra óloysiliga saman.

Í Føroyum eru nógvir ymiskir tjóðskapir – kristin og tey, sum ikki eru kristin. Vit hava øll rætt at virka og búgva í hesum landi við tí skipan, sum er galdandi í okkara landi.

Tá ið tað er talan um trúgv og trúarmál, virka vit undir somu korum. Vit eiga at hava eitt gott hjartað hvør fyri øðrum við virðing og kærleika hóast vit eru ymisk.
Ymiskleiki eigur ikki at skapa ótta, men tvørtur ímóti gleði, kærleika, samstarv og góðan tokka millum menniskju.

Tá kunnu vit øll halda eini gleðilig jól.

 

SkrivaÐ:

Uni Næs, dómpróstur

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6683

    Lisnar síður: 27176

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 25. desember 2021

Yvir 43 prosent peika á Aksel sum løgmann

Við hetta lag verður ikki leingi fyrr enn annar hvør veljari heldur við hava formann Javnaðarfloksins at taka yvir landsins leiðslu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Alla hesa tíðina síðan 14. september 2019, tá Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, settist í løgmanssessin, hevur undirtøkan millum veljararnar verið størri fyri undanmanninum í løgmanssessinum, javnaðarformanninum Aksel V. Johannesen.

Í byrjanini av valskeiðinum vóru tað ikki so nógv fleiri, sum peikaðu á fyrrverandi løgmann fram um núverandi løgmann.

Men veljarakanningarnar sum Spyr.fo ger fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti vísa nú ein greiðan tendens til, at tað er eitt vaksandi tal, sum heldur vil hava Aksel V. Johannessen til at skipa landsstýri.

Tá 500 veljarar týsdagin fyri jól vóru spurdir um hvussu teir høvdu valt, um val var nú, tá vóru tey eisini spurd um hvønn tey ynsktu til løgmann.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Og nú er talið á teimum, sum peika á formann Javnaðarfloksins komið upp á 43,5 prosent. Hetta er 4,1 prosentstig fleiri, enn tá Spyr.fo seinast spurdi, fyri bara trimum vikum síðani.

Og undirtøkan fyri sitandi løgmanni er minkað tilsvarandi úr 20,2 til 17,6 prosent hetta sama stutta tíðarskeiðið.

Yvirhøvur er undirtøkan minkað hjá øllum hinum trimum floksformonnunum í teimum stóru flokkunum.

Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, tildømis, fær nú undirtøku frá 6,2 prosentum av veljarunum. Tað er bert eitt lítið sindur meira enn stuðulin, sum forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang, fær.

Eisini sæst, at nú tað er sett á navn á floksformannin hjá Sjálvstýri, so eru tað ein vaksandi partur – tó enn lítil – sum peikar á ein sjálvstýrismann, sum komandi løgmann.

2,1 prosent hava peikað á Sámal Petur í Grund. Hetta er ikki nógv minni, enn hvat formaður Miðfloksins, Jenis av Rana fær.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2021

3 Leygardagur 25. desember 2021

Veljarin revsar Fólkaflokkin

Tað vísir veljarakanning, sum Portalurin læt gera dagin eftir dramatikkin í løgtinginum mánadagin, tá málið um sammøður varð endaliga samtykt. Sambandsflokkurin hevur vunnið veljarar aftur í mun til seinastu veljarakanning

Tað eydnaðist ikki Fólkaflokkinum at halda Anniku Olsen uttanfyri tá atkvøtt var í málinum um sammøður. Tá landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur komu aftur í tingið og harvið trokaðu Brand Sandoy og Anniku Olsen út, valdi Heðin Zachariassen at fara í farloyvi soleiðis at Annika kundi atkvøða í málinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Alt bendir á, at fólkafloksveljarum ikki dámdu leikin, sum fór fram í løgtinginum mánadagin, tá tvey landsstýrisfólk fóru aftur á ting í royndini at fella málið um sammóðir.

Royndin miseydnaðist, og veljarin revsar Fólkaflokkin fyri tað. Fólkaflokkurin hevði fingið fimm tingsessir og bara 15,2 prosent av atkvøðunum um val var í dag. Úrslitið hava vit úr einari veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti týsdagin. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Afturgongdin er ikki at taka feil av. Fólkaflokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2019 24,5 prosent av atkvøðunum og átta tingsessir. Í veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti kunngjørdi 4. desember fekk Fólkaflokkurin 17,6 prosent av atkvøðunum, og er í nýggjastu kanningini altso komin niður á 15,2 prosent.

Sambandsflokkurin tykist hava vunnið nakrar av sínum veljarum aftur aftaná málið um sammøður varð avgreitt, og gongur - í mun til veljarakanningina fyrst í desember - fram, og hevði fingið 16,7 prosent av atkvøðunum og seks tingsessir um val var í dag. 

Hóast afturgongd er Javnaðarflokkurin framvegis nógv størstur
Javnaðarflokkurin, sum hevur verið vinnarin í seinastu nógvu veljarakanningunum, gongur eitt sindur aftur í mun til veljarakanningina seinast, og fer úr 32,5 prosentum niður á 31 prosent av atkvøðunum. Tað hevur við sær, sambært kanningini, at flokkurin gongur ein tingsess aftur og fer niður á tíggju. 

Tjóðveldi gongur fram samanborið við valið í 2019, tá flokkurin fekk 18,1 prosent og seks tingsessir.

Sambært nýggjastu veljarakanningini fær Tjóðveldi 20,9 prosent og hevði fingið sjey tingsessir.

[object Object]Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Miðflokkurin vinnur eisini nakað uppá tað, sum er farið fram seinastu dagarnar. Á valinum í 2019 fekk flokkurin 5,4 prosent av atkvøðunum og tveir tingsessir. Í nýggjastu veljarakanningini gongur flokkurin nakað fram og hevði fingið 6,7 prosent av atkvøðunum, sum er eitt vet meira enn í veljarakanningini fyrst í desember, tá Miðflokkurin stóð at fáa 6,1 prosent av atkvøðunum. Tað røkkur kortini ikki til meira enn tveir tingsessir.   

Framsókn varðveitir sambært kanningini sínar tveir sessir við 6,4 prosentum av atkvøðunum.

Sambært kanningini hevði Sjálvstýri rokkið inn um tinggáttuna við 3,0 prosentum av atkvøðunum og einum tingsessi.

500 fólk vóru spurd í kanningini, sum varð gjørd av Spyr.fo 21. desember 2021. Óvissan er upp til 3,1 prosent. Í svarpanelinum hjá Spyr.fo eru umleið 5000 fólk, og tey spurdu vera tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi. Úrslitini eru vigað í mun til, hvat fólk valdu til løgtingsvalið í 2019.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

4 Leygardagur 25. desember 2021

Órógv í flokkunum er høvuðsorsøkin til bløðingina

Báðir teir stóru samgonguflokkarnir ganga nógv aftur í nýggjastu veljarakanningini í mun til valið í august í 2019. Veljararnir eru spurdir hví teir hava skift flokk

Jørgen Niclasen fær helst nøkur ráð frá Akseli V. Johannesen um, hvussu ein skal gera tá innanhýsis trupulleikar eru. Javnaðarflokkurin hevði ríkiligt av slíkum trupulleikum í seinastu samgongu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra orsøkin til, at Fólkaflokkurin missir veljarar eru innanhýsis trupulleikar í flokkinum og leiðslan í flokkinum. Tað kemur fram í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti týsdagin, dagin eftir nógva dramatikkin í løgtinginum tá málið um sammøður endaliga varð samtykt.

Veljarar sum søgdu seg velja Fólkaflokkin á valinum í 2019, men sum nú høvdu valt ein annan flokk, vóru spurdir um orsøkir til skiftið.

Her svaraðu 41 prosent at innanhýsis trupulleikar í flokkinum var trupulleikin meðan 37 prosent svaraðu, at leiðslan í flokkinum var orsøkin til, at tey høvdu skift flokk. Tað var bara Annika Olsen, sum atkvøddi fyri málinum um sammøður, men okkurt bendir á, at nakrir av veljarum ynskja eitt meiri litríkt samfelag.

Í øllum førum eru tað 29 prosent sum svara, at flokkurin er ov konservativur, og tí hava tey valt annan flokk.

Sama spurning fingu tey sum vóru sambandsveljarar í 2019, men sum nú høvdu sett krossin við annan flokk. Her er tað eisini innanhýsis trupulleikarnir í flokkinum, sum fáa fólk at broyta meining, men ikki í líka stóran mun sum hjá hinum stóra samgonguflokkinum.

33 prosent siga innanhýsis trupulleikar í flokkinum verða orsøkin og 28 prosent halda leiðsluna í flokkinum verða ein trupulleika og ein fjórðingur svarar at flokkurin er ov konservativur.

Hví velur tú ikki Fólkaflokkin í dag?
Innanhýsis trupulleikar í flokkinum (41 prosent)
Leiðslan í flokkinum (37 prosent)
Flokkurin er ov konservativur (29 prosent)

Hví velur tú ikki Sambandsflokkin í dag?
Innanhýsis trupulleikar í flokkinum (33 prosent)
Leiðslan í flokkinum (28 prosent)
Flokkurin er ov konservativur (25 prosent)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

5

Størv

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024
6 Leygardagur 25. desember 2021

Barometrið: Síggj veljarakanningarnar síðani valið

Síðani valið hevur Spyr.fo regluliga gjørt veljarakanningar fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti. Her sært tú allar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani løgtingsvalið 29. august 2019 hevur Spyr.fo regluliga gjørt veljarakanningar fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti. Níggju kanningar eru gjørdar síðani veljarin seinast setti krossin, og tann feskasta er frá týsdegnum.

Til ber at blaða í kanningunum niðanfyri:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

7 Leygardagur 25. desember 2021

Halda at løgmaður eigur at útskriva val

Veljarakanning vísir, at meiriluti av veljarunum heldur, at Bárður á Steig Nielsen eigur at skriva út nýval

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Var tað upp til veljaran, varð val skrivað út beinanvegin. Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo týsdagin gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti.

Veljarakanningin, sum annars gevur Fólkaflokkinum ein frammaná, vísir, at 59 prosent av veljarunum ynskja eitt val nú. Spurt var hvat veljarin ynskti at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, átti at gera.

18 prosent halda, at hann eigur at gera eina roynd at skipa nýggja samgongu, 17 prosent meta verandi samgongu vera eina loysn meðan sjey prosent halda at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skulu halda fram í einari minnilutasamgongu. 

Hyggja vit nærri eftir tølunum er tað áhugavert, at 62 prosent av veljarunum hjá Miðflokkinum og 51 prosent hjá Fólkaflokkinum sum ynskja at halda fram við verandi samgongu. Bara 18 prosent av sambandsveljarunum halda at hetta er ein gongd leið.

Hjá Sambandsflokkinum eru ymsar meiningar, men størsti bólkurin eru tey sum ynskja at skipa nýggja samgongu. 36 prosent av sambandsveljarunum hava svarað tað. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, segði við útvarpið týsdagin, at flokkurin var til at tosa við løgmann um at skipa nýggja samgongu. Tað eru tað eisini framsóknarveljarar sum halda, tí 26 prosent halda tað vera vert eina roynd. Ein stóru meiriluti, heili 71 prosent av veljarunum hjá Framsókn ynskja nýval.

Lítið óvæntað eru tað veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi sum eru mest samdir um nýval við ávikavist 86 prosentum og 85 prosentum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

8
Leygardagur 25. desember 2021

Halda likam og vinalag við líka

Tá Ásfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard fóru frá sum lærarar, hugsaðu teir, hvat teir skuldu brúka alla tíðina til, sum teir nú fingu at ráða yvir.

(Mynd: Leit / Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Rúna Sivertsen / Fyndin

Ásfinn og Jens, sum báðir eru 76 ára gamlir, komu at kennast, tá ið teir í 1962 fóru at lesa til lærara. Seinni komu teir at starvast í Runavíkar kommunuskúla og vóru starvsfelagar, til teir báðir fóru frá um nøkulunda somu tíð fyri eini 10 árum síðani. Tað gjørdist eitt langt vinalag, sum hevur hildið, eisini eftir at teir fóru frá sum lærarar.   

Jens sigur, at nakað eftir, at hann var farin frá sum lærari, varnaðist hann, at nú var hann blivin ógvuliga stirvin. Tá hann kom upp um morgnarnar, føldi hann, at nú var liðugt við at vera lættur upp á sporið. Men so fóru hann og Ásfinn at venja og at ganga í fjøllunum. Tað broytti alt, og nú orkar hann líka væl, sum hann altíð hevur orkað.  

- Vit halda okkum vera raskar, leggur Ásfinn aftrat.  

At ganga er altíð gott, men tað er umráðandi at fara út um bøgarðarnar, tí tað møðir at ganga eftir vegnum.   

Líka síðani teir góvust at arbeiða, hava teir hildið seg við líka við at venja og ganga í fjøllunum. Meðan teir vóru lærarar, vóru teir ofta útferðir í haganum við næmingunum. Á hvørjum ári vóru teir útferð á Slættaratindi og aðrastaðni. Hjá báðum hevur hugurin staðið til hagan.   

Ein lærari, sum kom at arbeiða saman við teimum, setti sær fyri at ganga øll fjøllini við Skálafjørðin. Hetta helt Jens vera eitt gott hugskot og fór at gera tað sama. Sum frá leið hevði hann verið á øllum fjøllunum, ið hann sá úr vindeyganum.   

Ásfinn hevur altíð havt áhuga fyri seyði og hevur í yvir 30 ár røktað ein haga. Ásfinn sigur, at honum hevur dámt best at gingið á sínum egna, so tað hevur verið mest í haganum við Gjógv, at hann hevur gingið.   

Tá teir fóru frá sum lærarar, ráddi um at finna upp á okkurt, og teir fóru at venja í Kappróðrarneystinum, sum hevur ymisk venjingaramboð. Teir hildu á at venja, og nú venja teir tvær ferðir um vikuna í Vælveru Fitness í Saltangará, og eina ferð um vikuna eru teir í Bylgjuni, har Roðin hevur venjingartilboð til pensjónistar. Aftrat tí  ganga teir nógv í haganum og í fjøllunum.   

[object Object]
(Mynd: Leit / Finnur Justinussen)

Korona førdi til nýggjar leiðir 

Tá alt steðgaði upp, og venjingarhølini lótu aftur av Koronu, sótu teir báðir vinmenninir og hugdu upp á hvønn annan og hugsaðu, hvat teir nú skuldu finna uppá. Ikki gekk long tíð, til teir funnu upp á ráð. Teir gjørdu av at fara ein túr til gongu rundan um Leitisvatn, størsta vatn í Føroyum. Tað steðgaði ikki har, og vikuna eftir fóru teir vestur aftur og gingu rundan um Fjallavatn, og síðani tóku teir eitt vatn fyri og annað eftir, til teir høvdu gingið rundan um øll vøtnini í Vágum.   

Næst á skránni vóru Norðoyggjar. Teir gjørdu sær ein lista yvir øll vøtnini í Norðoyggjum, har góði vinur teirra, Pól Sundskarð, býr. Pól bað lova sær við teimum, tí sum hann segði, so kennir hann hvønn fjallatopp, men vøtnini hevði hann ongantíð gjørt nakað við. Pól segði teimum frá fleiri vøtnum aftrat, sum eru so smá, at tey næstan ikki síggjast á kortinum. Regluliga og skipað, við hvørt tvær ferðir um vikuna, hava teir síðani gingið, ikki bara til vøtnini, men runt vøtnini. Ætlanin er at ganga rundan um øll vøtn í Føroyum. Men teir ikki bara ganga runt um vøtnini, teir brúka eisini tíð uppá at sita við tey, njóta friðin og vassa eitt sindur í teimum. Tað er eisini áhugavert at hyggja at strondunum kring vøtnini, sum eru sera ymiskar. Summi vøtn hava vakrar sandstrendur og onnur hava bakka. Summi er klár og rein, og onnur mórut og skitin.   

[object Object]Vatndalsegg (Mynd: Pól Sundskarð)

Læruríkt og vakurt 

Vøtnini uppi á Kjøli á Borðoynni, Norðaravatn og Heimaravatn, eru sum ein opinbering so vøkur, siga teir báðir. Tað er eisini læruríkt at koma til hesi ymisku støðini í Føroyum. Eitt nú læra teir mangan okkurt nýtt innan fyri tað málsliga. Tað, ið summi kalla fyri tjarnir, kalla tey í Norðoyggjum fyri vøtn, greiða teir frá. Eisini eru smáir fiskar í vøtnunum, sum tey í Norðoyggjum kalla horngeil. Tað hava teir ongantíð hoyrt fyrr. Ásfinn sigur, at norðuri við Gjógv vera tey kallað trøllasíl.   

Ein av teimum heilt góðu túrunum var ein túrur á Kunoynni. Pól Sundskarð segði teimum um eitt lítið vatn norðan fyri Skarð, sum illa sæst á kortinum. Leiðin hagar var bæði brøtt og long, og teir trúðu einki uppá, at nakað vatn kundi vera har. Men jú, í einari lægd lá eitt evarska lítið og ævintýrliga flott vatn, sum liggur so vakurt úti á Hálsi yvir Gjóardali við útsýni yvir á Ormadal norðast á Viðoynni. Tað var ein einastandandi túrur í allarfagrasta veðri. Turið Sigurðardóttir, abbadóttir Símun av Skarði, hevur síðani fortalt teimum, at abbi hennara yrkti eina yrking um hetta vakra vatnið. Yrkingin er yrkt í 1909, sum var tað seinasta árið, ið Háskúlin helt til í Føgrulíð.  

--

Fjallavatnið 
(Vatnið úti á Hálsi yvir Gjóardali)  

Fjallavatnið, stilla, fríða! 
- Eins og fagra moyggjareygað 
brosir til sín biðil blíða, 
brosir tú fram millum heyga.  

Fjallavatnið, stilla, tunga! 
- Gjølla duldu sorg tú kennir, 
sum í barmi hinum unga 
lið um lið við gleði rennur.  

Víða hvar um verøld leitið, 
har mangt fagurt er at finna! 
Yvir øllum øðrum veit eg 
Fjallavatnið stilla, svinna.  

Eins og unnustan á sinni 
kossir gav, sum væl eg goymi, 
Fjallavatnið føgur minni 
gav mær, sum eg aldri gloymi. 

Tí eg sigi: Signað veri 
tú og tínar grønu strendur! 
Mínar mjúku kossir beri 
sunnangulið tær á hendur!  

        Símun av Skarði, 1909 

---

Norðasta vatn í Føroyum liggur uppi á toppinum á Borgaranum. Tað liggur so ytst úti á eggini, at haðani sæst niður í brimið, so tú skalt ikki hava hæddarræðslu, gongur tú har. Har hava teir báðir vinmenninir eisini verið.   

Allir hesir túrarnir í fjøllunum og øll venjingin heldur bæði sál og likam við líka. Teir eru deyðamóðir, tá teir koma til hús aftur, men teir kenna seg ógvuliga væl. Hava teir ikki verið og gingið ella vant eina viku, so merkist tað beinanvegin. Tað er so ótrúliga skjótt, at vøddarnir vikna, um teir fáa frið, siga teir báðir. Eisini eru venjingin og túrarnir við til at halda saman upp á vinalagið.  

Rættir menn biðja ikki um loyvi 

Ásfinn og Jens siga, at tá teir spyrja um loyvi at fara í fjøllini, so eru fólk so ómetaliga blíð. Teir hava einki merkt til, at nakar er illur um, at teir fara í fjøllini. Tá teir einaferð spurdu ein bónda, um teir kundu fara í hansara haga, svaraði bóndin: “Ordiligir menn biðja ikki um loyvi at fara í hagan!”   

Teir seta seg ofta í samband við staðkend fólk, áðrenn teir fara. Tá teir koma aftur, skriva teir eitt sindur um túrarnar, og slóðin verður tikin upp við myndum. Teir leggja slóðina í eina app og út á Facebook. Ásfinn og Jens halda, at teirra túrar rundan um vøtnini hava birt ein ávísan áhuga hjá fólki. Tað er mestsum blivin ein ítróttur hjá fólki at ganga fjøllini, men at ganga vøtnini hevur ikki verið eins vanligt.    

[object Object]
(Mynd: Leit / Finnur Justinussen)

Gevur lívinum innihald

Tú fært so nógv annað burtur úr túrunum eisini, siga teir. Teir læra nýggj fólk at kenna, fáast nógv við tað málsliga, læra staðarnøvn, og læra um náttúruna og lívið í fjøllunum. Prát við fólk víðkar sjónarringin og økir um trivnaðin. Tað koma nógv áhugaverd prát burturúr í sambandi við túrarnar, tí vøtnini hava fleiri nøvn, og ikki altíð svarar tað til tað, sum stendur á kortinum. Einaferð kom nógvur mjørki á teir á einum túri í Svínoy. Tá var gott at hava góðan GPS-ara. Høvdu teir ikki tað, høvdu teir staðið sum Kánus og noyðst at biðið um hjálp.   

Tað hevur stóran týdning at vera tveir og venja. Teir halda ikki, at teir høvdu fingið í lag at farið einsamallir. Annar teirra sendir SMS-boð kvøldið fyri, har tað bara stendur ein klokkutíð, so vita teir, hvat hin vil. Tá teir eru lidnir at venja, fara teir í Effo at fáa sær ein kaffimunn. Har sita teir oftast í ein tíma og práta við fólk, sum koma inn at keypa. Tað er stuttligt at heilsa upp á fyrrverandi næmingar og onnur, sum geva sær tíð at steðga á at práta við teir. Tað sosiala hevur eisini stóran týdning fyri heilsuna, tí bara at sita heima í sofuni og gløa er ikki gott. Tað gevur lívinum innihald at hava nakað at vera saman um og at hitta fólk.   

Tað arbeiðið, sum Roðin ger, er so fantastiskt, halda Ásfinn og Jens. Har eru fysioterapeutar, sum vita, hvat tey gera. Tað minkar heilt sikkurt um eldrabyrðuna, vísa teir á.   

Tú skalt ikki spyrja, um tú hevur tíð. Hetta er álvarsligt, tí tað snýr seg um at halda vøddarnar við líka. At venja og at ganga í haganum er ikki bara til skemt ella at spilla tíðina burtur. Tað er við til at halda sál, likam og alt við líka.  

Greinin varð fyrstu ferð prentað í blaðnum Fyndin, 10. útgáva

[object Object]Ryskivatn (Mynd: Pól Sundskarð)

[object Object]
Hvannvatn (Mynd: Pól Sundskarð)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2021

9
Leygardagur 25. desember 2021

Vísa konan í Tórsgøtu

Jólasøga eftir Niclas Hera Jákupson - tekningar: Thierry Capezzone

(Tekning: Thierry Capezzone)
SkrivaÐ:

Niclas Heri Jákupsson

Hendan jólasøgan er sonn. Hon er um eina vísa konu, sum einaferð búði í einum hugnaligum húsum í Tórsgøtu í Havn. Tíverri er henda konan ikki millum okkara meira, men enn liva fleiri hugtakandi søgur um hesa vísu konu. Eina av hesum søgununum, fari eg at siga tykkum frá.

Tað hevði kavað alla náttina, og eitt tjúkt, hvítt teppi hevði lagt seg yvir býin. Tað var mánamorgun, og klokkan var næstan blivin átta, tá konan í Tórsgøtu setti seg við borðið við einum heitum koppi av kaffi. Nú var bert ein lítil vika til jólaaftan, og tað sást; ja, alla staðni hvar ein hugdi. Í hvørjum vindeyga lýstu perur og stjørnur; og eftir allari Tórsgøtu hingu litríkar og vakrar ljósketur. Onkur hevði eisini pyntað trøini, sum stóðu í garðunum, við ljósperum, og ein annar hevði sett ein syngjandi jólamann í garðin, og jólamaðurin stóð og sang Jingle Bells hendan vakra morgunin í desember.

Meðan konan í Tórsgøtu sat við køksborðið og hugdi út ígjøgnum vindeygað, kom sólin upp. Býurin, sum í fleiri tímar hevði ligið í myrkri, bleiv nú eina løtu litaður reyður av morgunsólini, áðrenn ljósið endaliga vann á myrkrinum, og tað bleiv ljósur dagur.

Meðan konan í Tórgøtu sat við køksborðið, bar hon eyga við nakað, sum fekk hana at hvøkka við. "Nei ikki aftur nú," hugsaði hon, meðan hon reisti seg frá borðinum fyri at síggja betur út. "Hvør er tað sum vil mær so ilt?"

Hennara mildu og fittu eygu fingu eitt meira álvarsamt bragd, tá hon hugdi niður í garðin og sá, at aftur í morgun vóru allir tríggir snórarnir hjá henni kvett- ir. Hvønn morgun – tvær tær síðstu vikurnar - var hon komin upp til kvettar snórar. Hon hevði hvønn dag trúføst hongt nýggjar snórar upp aftur, men longu morgunin eftir vóru snórarnir aftur kvettir.

“Nú orki eg ikki meira. Nú vil eg finna út av, hvør ella hvørjir syndararnir eru,” segði hon við seg sjálva.

Konan fór niður í kjallaran og fann rulluna við snórunum fram, sum hon hevði keypt í vikuni. Hon kvetti nakrar metrar av, fór út í garðin og festi teir í snórapelarnar.

Tá kvøldið kom og myrkrið aftur legði seg yvir býin, fór konan í Tórsgøtu ikki til songar. Men í staðin fyri setti hon seg í myrkrinum við køksvindeygað fyri at eygleiða, um nakar mundi fara at koma inn í garðin at gera ónáðir.

Náttin gekk, men har kom eingin. Tá morgunin kom, og klokkan var farin av sjey, reisti konan seg. Ná, nú má eg heldur fáa mær ein blund, annars verður døgnið hjá mær vent á høvdið, hugsaði hon. Men júst sum hon skuldi fara frá borðinum, bar hon eyga við tríggjar skúladreingir, sum komu gangandi oman eftir Tórsgøtu. Tá teir nærkaðist hennara húsi, lupu teir, ein fyri og annar eftir, upp um garðin. Konan skundaði sær at krógva seg aftan fyri gardinurnar, meðan hon eygleiddi unglingarnar. Dreingirnir hugdu rundan um seg fyri at kanna, um nakar sá teir. Knappliga tóku teir hvør sín felliknív upp úr lummanum og kvettu hvør sín snór. Síðan runnu teir við ferð út úr garðinum aftur.

Konan, sum stóð og fjaldi seg aftan fyri gardinurnar, bleiv bæði bilsin og sera kedd. Hetta vóru dreingir, sum hon kendi væl, og sum búðu har umleiðir. Hvat skal eg gera, hugsaði hon? Skal eg fara út og knokkroyta teir næstu ferð, eg síggi teir, ella skal eg ringja til foreldrini og fortelja teimum, hvat tað er fyri búrkroppar, tey eiga?

Kedd gekk hon enn eina ferð oman í kjallaran. Hon tók enn eina ferð nakrar metrar úr snórarulluni, fór út i kavan og bant enn eina ferð nýggjar snórar í snórapelar- nar. Men meðan hon festi snórarnar í pelarnar, fekk vísa konan í Tórsgøtu eitt hugskot, sum hon vildi royna longu komandi morgun.

Morgunin eftir var hon tíðliga á fótum – klokkan var ikki 6, tá hon fór í gongd við at baka vaflur og siropskakur. Hon var bæði spent og ótolin og vónaði, at dreing- irnir aftur í morgun fóru at kvetta snórarnar. Tá hon var liðug at baka, var klokkan næstan sjey. Nú má eg heldur skunda mær, hugsaði hon, meðan hon gekk niður ígjøgnum kjallaratrappurnar. Hon fór yvir til vaskimaskinuna, tók í hana og trýsti hana út av plattinum, so vaskimaskinan kom at hanga hálv útav. Nú munnu teir fara koma hvørja løtu hugsaði konan, meðan hon skundaði sær út í tún og rann yvir til grannahúsini, har hon stillaði seg aftur um veggin hjá grannanum fyri at lúra eftir, nær dreingirnir fóru at koma.

Hon var ikki meira enn komin aftur um húsveggin, tá hon sá dreingirnar í góðum hýri koma gangandi oman eftir Tórsgøtu.

Og júst sum teir so ofta fyrr høvdu gjørt, lupu teir upp um garðin, runnu yvir ímóti snórapelanum og kvettu ein snór í part. Síðan runnu teir av stað beint yvir ímóti grannahúsinum, har kvinnan stóð.

Í tí teir komu til endan á húsinum, kom konan undan. “Góðan morgun, dreingir.”

Dreingirnir hvukku við og steðgaðu. Men konan læt, sum um hon einki hevði sæð. “Tit dreingir, tíma tit at gera mær eina lítla tænastu, áðrenn tit fara í skúla? Í morgun tá eg skuldi fara oman í kjallaran at vaska klæðir, sá eg, at vaskimaskinan hjá mær næstan var gliðin av plattinum. Eg eri ein gomul konan, og eg orki ikki at lyfta vaskimaskinuna inn á plattin aftur. Høvdu tit tímað at hjálpt mær við hesum?”

[object Object]

“Øøø,” søgdu dreingirnir og hugdu lotir upp á hvønn annan. “Vit eru á veg í skúla, so vit hava ikki góða tíð.”

“Jamen,” segði konan, “tað tekur bara tveir minuttir, og klokkan er bara nakrar fáar minuttir yvir sjey."

“Óóókeyeyey,” stamaðu dreingirnir, meðan teir settu kósina yvir ímóti kjallara- hurðini í grannahúsinum.

“Nei, góðu tit,” segði konan, “eg búgvi ikki her, eg búgvi í hasum húsinum.” Og so peikaði hon á húsini, sum dreingirnir allan desembermánað høvdu kvett snórarnar hjá.

Vóru fetini tung áðrenn, vóru tey enn verri at taka nú. Illa fyri gingu dreingirnir nú inn í kjallaran á teimum húsinum, har teir høvdu gjørt ónáðir so ofta.

“Her dreingir, um tit høvdu tímað at lyft vaskimaskinuna upp á plattin, so hevði eg bæði verið takksom og glað.”

Tað sást á dreingjunum, at teir vóru óttafullir, og at teir bert høvdu eitt ynski, og tað var at sleppa út úr hesum kjallaranum skjótast til bar. Teir tóku í vaski- maskinuna og lyfti hana upp aftur á plattin og settu beina kós ímóti úthurðini. Men í tí teir ætlaðu sær út aftur, stillaði konan seg fyri úthurðina. “Nei tit - tit sleppa ikki út aftur, fyrr enn tit hava smakkað mínar nýbakaðu vaflur og sirop- skakur; tað er tað minsta, eg kann bjóða tykkum sum takk fyri hjálpina.”

“Jú, men vit mugu í skúla nú,” søgdu dreingirnir, sum nú vóru bæði bangnir og ørkymlaðir. “At eta ein vaflu og eina siropskaku, tekur onga tíð,” segði hon og kústaði dreingirnar upp ígjøgnum kjallaratrappurnar.

Tá dreingirnir vóru komnir inn í køkin, fekk hon teir at seta seg heilt inn í krókin. Har sótu teir við køksborðið – lotir, nipnir, bangnir og illa fyri.

Konan skundaði sær at smyrja súltutoy á vaflurnar, gav teimum nakrar sirops- kakur og skonkti teimum eisini ein temunn. “Hetta er tað minsta, sum eg kann gera – tit vita ikki, hvussu takksom eg eri fyri tykkara hjálp.”

Meðan dreingirnir sótu hummarreyðir og royndi at fáa vaflur og siropskakur niður um, gekk vísa konan í Tórsgøtu yvir til vindeygað. “Nei, ikki aftur nú,”
læt í henni. “Nú hevur onkur aftur kvett snórarnar hjá mær.” Dreingirnir blivu so mikið kløkkir, at ein teirra setti ein bita av siropskaku í hálsin. Hann hostaði nakrar ferðir og var um at kódna. Konan vendi sær móti dreingjunum, sum allir hugdu niður – av berari skomm.

[object Object]

“Góðu, fittu dreingir. Tað er onkur, sum vil mær ilt, og sum í fleiri dagar hevur kvett mínar snórar. Tit síggja út til at vera nakrir so fittir og væl uppdrignir dreing- ir. Høvdu tit tímað at gjørt mær eina lítla tænastu, áðrenn tit fara í skúla aftur? Eg havi nakrar snórar liggjandi í kjallaranum. Høvdu tit tímað at bundið hesar snórarnar í snórapelarnar?” “Jaaaa,” søgdu dreingirnir, meðan teir andaðu inn eftir.

Konan skundaði sær at pakka vaflur og siropskakur inn og stappaði tað niður í taskurnar hjá dreingjunum. “Hetta verður gott hjá tykkum at eta seinni í dag í skúlanum.” Síðan fóru tey niður í kjallaran. Konan tók nakrar metrar av snórum og fór út í tún við dreingjunum.

Dreingirnir skundaðu sær, alt hvat teir vóru mentir, at heingja snórarnar upp. Teir hugdu flovir upp á hvønn annan, men søgdu einki.

Tá teir vóru lidnir, rópti konan teir til sín. “Her, fittu dreingir. Hetta skulu tit eiga sum eina tøkk fyri hjálpina í morgun,” segði hon og gav teimum eina 10 krónu
í part. “Tað er gott, at tað finnast so góðir og fittir dreingir sum tit.” Dreingirnir tóku pengarnar. “Takk fyri,” søgdu teir við gráturødd og fóru rennandi frá konuni.

“Heilsa mammu og pápa tykkara og sig við tey, at tey eiga heimsins fittastu dreingir,” rópti konan eftir teimum, “og gleðilig jól til tykkum og tykkara familjur."

Vísa konan í Tórsgøtu smíltist, meðan hon eygleiddi dreingirnar, sum fóru tví- sporandi oman eftir Tórsgøtu.

Tað eru nógv ár síðan hesa hending. Kvinnan í Tórsgøtu er tíverri ikki ímillum okkum longur, og allir tríggir dreingirnir eru í dag vaksnir menn. Men um tú ein dag í jólavikuni gongur fram við húsunum í Tórsgøtu, so hanga enn teir somu snórarnir, sum tríggir skúladreingir hongdu upp ein vakran desembermorgun fyri fleiri árum síðan.

[object Object]

---

Prát millum børn og vaksin:
Hvat var gott við hesi søgu?
Hvat fekk søgan okkum at hugsa um

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2021

10 Leygardagur 25. desember 2021

Bæði uppskotini um sammøður samtykt

Fleiri landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum høvdu tikið sæti á tingi aftur, og løgmaður hevði fríttstillað tinglimirnar í Sambandsflokkinum til at atkvøða eftir egnari sannføring, og úrslitið var, at málini vórðu samtykt við ávikavíst 17 og 18 atkvøðum fyri

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Klokkan umleið 13.30 mánadagin byrjaði stutti men dramatiski tingfundurin, tá málini um sammøður skuldu til triðju og endaligu viðgerð á tingi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard boðaðu í hesum sambandi frá, at tey eru farin frá sum landsstýrisfólk, og tóku sostatt sæti á tingi aftur fyri Anniku Olsen og Brandur Sandoy, varafólk.

Kristianna Winther Poulsen tók eisini sætið fyri Ingilín Didriksen Strøm, sum var vorðin sjúk. Tað mest óvæntaða var tó, at Heðin Zachariassen, varamaður í Fólkaflokkinum, eisini bað um  farloyvi í eina viku, og sostatt kom Annika Olsen, ið júst hevði mist sín tingsess, innaftur.

Í sambandi við fráboðanina frá Fólkaflokkinum um, at tvey av landsstýrisfólkum floksins nú tóku sæti á tingið aftur, boðaði formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður eisini frá, at hann hevði fríttstillað tinglimir Sambandsfloksins at atkvøða eftir egnari sannføring.

Uttan viðgerð vórðu bæði uppskotini um sammóðirskap samtykt við  ávikavíst 17 og 18 fyri. 13 vóru ímóti og ein atkvøða var blank í báðum førum.

Johan Dahl og Annika Olsen atkvøddu, eins og við aðru viðgerð, fyri uppskotinum saman við andstøðuni. Sambandsmaðurin Erhard Joensen, sum ikki var í salinum undir fyrru atkvøðugreiðsluni, atkvøddi eisini fyri aðruferð. Sambandskvinnan Rósa Samuelsen atkvøddi blankt.

Sjálvstýrismaðurin Kristin Michelsen náddi ikki norður við Smyrli áðrenn atkvøtt varð.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

11 Leygardagur 25. desember 2021

Johan Dahl tikið seg úr samgonguni

Tingmaðurin í Sambandsflokkinum hevur tikið sín stuðul til samgonguna aftur so leingi Jenis av Rana er partur av henni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Johan Dahl vil ikki vera partur av samgnguni so leingi Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum er við.

Tað segði sambandstingmaðurin við Dag og Viku hjá Kringvarpi Føroya mánakvøldið.

Sambandstingmaðurin gjørdi kortini greitt, at hann framvegis er partur av Sambandsflokkinum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at hann fer at geva flokkunum nakrar dagar áðrenn teir fara at práta um framtíðina hjá samgonguni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

12 Leygardagur 25. desember 2021

Miðflokkurin ivast í um samgongan kann halda fram

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað, er staðfestingin hjá floksleiðsluni hjá Miðflokkinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Floksstjórn Miðfloksins hevði seinnapartin mánadagin fund um íkomnu politisku støðuna.

Miðflokkurin sigur seg hava hildið orð, og hevur í øllum verið loyalur móti samgonguskjalinum, stendur í skrivinum.

- Staðfest varð tó, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað.

- Flokkurin heitir tí á samgonguflokkarnar um at møtast til fund at umrøða, um grundarlag er fyri at halda fram við samstarvinum, sigur Miðflokkurin.

Eftirfylgjandi er onki hent í hesum máli. Flokkarnir í samgonguni hava verið saman, men ongin fráboðan kom undan jólum um nakrar broytingar í samstarvinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

13 Leygardagur 25. desember 2021

- Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi

Tað er ikki rætturin hjá børnum, ið samtykta málið snýr seg um, skrivar løgtingsformaðurin, ið óttast avleðingarnar av tí. Hann finnst í skrivi hvassliga at lógini

Jógvan á Lakjuni á løgtingsfundinum mánadagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í kjakinum um sammøður verður aftur og aftur endurtikið, at tvær konur, sum liva saman, skulu hava somu rættindi sum maður og kona. Men hví verður einki tosað um tey sjálvsøgdu manna-RÆTTINDINI hjá børnunum? BarnaRÆTTINDAsáttmálin hjá ST ásetir, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.

Soleiðis byrjaði Jógvan á Lakjuni ein Facebook-post týsdagin. Fólkafloksmaðurin og løgtingsformaðurin hevur verið mitt í rokanum seinastu vikuna, har málið um sammóður og politiskt rok hevur fylt nógv.

Tað er eingin ivi um, at løgtingslimurin- og formaðurin er ímóti uppskotinum, og serliga tí hátti sum tað er sett upp uppá - og hvat, sambært honum, verður gloymt í hesum:

- Grundleggjandi spurningurin um rættin hjá børnum til at kenna sítt upphav er fullkomiliga ignoreraður í øllum kjakinum um sammóður. Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi. Nú er lóggivið fyri, at tvær konur gerast fullgild "foreldur" - meðan pápin verður útilokaður og avskrivaður.

Víst verður á, eitt barn fer ikki at kunna hava bæði ein pápa og eina sammóður, og at tað harvið verður gjørt faðirleyst og lóliga ikki kann leita fyri at finna útav, hvør pápi sín er. Harvið hevur pápin ongar skyldur, samstundis sum eingin rættindi, og hetta er púra burturvið, skrivar Jógvan á Lakjuni.

- Sambandið millum mammu, pápa og barn er er nakað heilt serligt og púra ólíkt øllum øðrum sambondum.  Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug.

Børn eru ein gáva, ikki eini rættindi. Tað kann aldri verða ein rættur hjá vaksnum tilætlað at skaffa sær faðirleys ella móðurleys børn, og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.

Seint í skrivinum kemur løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni inn á, at eftir handara meting, fer henda ideologiin at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri sýnið upp á mannavirði og børn, upp á relatiónir og skyldskap, upp á foreldraskap og hjúnalag - eisini skrivar hann, at orð sum javnstøða, diskriminering og javnstøða í hesum førum bert eru galdandi hjá teimum vaksnu.

Tvey landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard, søgdu sessin frá sær, fyri at koma í Løgtingið at atkvøða ímóti sammóður-uppskotinum hjá andstøðuni. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

14 Leygardagur 25. desember 2021

Unga Sambandið fegnast

Millum annað um at løgmaður raðfesti siðvenjuna og fyri, at ikki finna seg í at stýriskipanin verður misnýtt. Tey takka eisini sambandstinglimunum Johan Dahl og Erhard Joensen, ið atkvøddu fyri málinum um sammøður

- Takk fyri, góði løgmaður. Takk fyri, at tú ikki finnur teg í, at stýriskipanin verður misnýtt fyri at forða einum minniluta nøkur grundleggandi mannarættin (Mynd: Unga Sambandið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Takk fyri, góði løgmaður. Takk fyri, at tú ikki finnur teg í, at stýriskipanin verður misnýtt fyri at forða einum minniluta nøkur grundleggandi mannarættindi og fyri, at okkara tingfólk sluppu at atkvøða eftir egnari sannføring, eins og aldargamla siðvenjan hjá flokkinum staðfestir.

Soleiðis skrivaði Unga Sambandið í Facebook-posti eftir atkvøðugreiðsluna í løgtinginum mánadagin. Tað er eingin ivi um, hvat felagið heldur um avgerðina hjá løgmanni í dag um at fríttstillað tinglimirnar í Sambandsflokkinum - helst sum eit mótsvar uppá tað at tvey landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum søgdu sessin frá sær fyri at koma í løgtingið at atkvøðia ímóti - at tvey landstýri til at atkvøða eftir egnari sannføring, og um útfallið av triðju viðgerð.

Ein tøkk verður eisini send til teir báðar sambandstinglimirnir,  Johan Dahl, "ið hevur arbeitt fyri at javnseta sammøður við pápar", og Erhard Joensen, "sum í dag atkvøddi eftir egnari sannføring í tinginum, og var við at fáa málið samtykt".

- Hetta er ein stórur dagur fyri liberal sambandsfólk og okkum í ungmannafelagnum, endar skrivið við.

LGBT Føroyar fegnast sum vera man eisini henda dagin:

- Vit eiga ongi orð beint nú, men vit eru fylt av takksemi og vilja bert siga túsund takk til øllum tykkum, sum í dag valdu børnini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

15 Leygardagur 25. desember 2021

Sámal Petur í Grund nýggjur floksformaður hjá Sjálvstýri

Hann hevur drúgvar royndir í politiskum arbeiði, og hevur verið landsstýrismaður í tveimum førum

Sámal Petur í Grund (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sámal Petur í Grund verður nýggjur floksformaður fyri Sjálvstýri. Hetta hendir eftir at landsnevndin, formenn fyri økisfeløgini, tingmaðurin og onnur umboð floksins einmælt mæltu til at velja hann til floksformann fyri Sjálvstýri á landsnevndarfundi í farnu viku.

Hóast valið av floksformanni skal staðfestast á eykaaðalfundi hósdagin 30. desember 2021, tók hann við uppgávunum sum virkandi floksformaður beinanvegin, og hann umboðar flokkin í almennum høpi í samarbeiði við formannin í tingbólki floksins á tingi. 

Sámal Petur í Grund er 63 ára gamal, ættaður úr Søldarfirði og býr í Klaksvík. Hann hevur drúgvar royndir í politiskum arbeiði. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1994, valdur á ting í 1998, og aftur landsstýrismaður í 2001.

(Á løgtingsvalunum í 2011 og 2015 stillaði Sámal Petur í Grund upp fyri Framsókn. Á seinasta vali, í 2019, var Sámal Petur í Grund aftur at finna á sjálvstýrislistanum, har hann gjørdist nummar fýra á listanum eftir Kristin Michelsen, Jógvan Skorheim og Terja B. Vestergaard (-red.))

Sámal Petur í Grund er skipari á strandfaraskipinum Sam á 18. ári, og eisini stjóri á reingerðarfyritøkuni Grundvask.

Umboð Sjálvstýris hava á fundi í vikuni eisini einmælt undirskrivað eina semju um nýggjar viðtøkur fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesar verða eisini lagdar fram til endaliga staðfesting á eykaaðalfundinum 30. desember 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

16 Leygardagur 25. desember 2021

Tilmælini longd til eftir nýggjár

Í fyrstu syftu velja vit at leingja víðkaðu koronatilmælini. Men vit fylgja alla tíðina neyvt við støðuni, og um tað gerst neyðugt, so koma vit við nýggjum átøkum millum jól og nýggjár, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrið kom tann 9. desember við víðkaðum koronatilmælum, sum í fyrsta umfari vóru galdandi í 14 dagar, til og við hósdagin 23. desember.

Víðkaðu koronatilmæli verða nú eftir tilráðing frá Farsóttarnevndini longd. Í fyrsta umfari til og við sunnudagin 2. januar 2022.

Løgmaður hevði týsdagin fund við Landslæknan og formannin í Farsóttarnevndini, og niðurstøðan var greið. Smittustøðan, serliga í Danmark, er ørkymlandi, og tað eru ábendingar um at hendan gongdin skjótt kann fara at síggjast í Føroyum.

- Tíverri kunnu vit staðfesta, at smittustøðan í londunum rundan um okkum, ikki minst í Danmark, er sera ørkymlandi. Í hesum døgum fáa fleiri av okkum jólagestir heim, m.a. úr Danmark, og longu nú síggja vit at alt fleiri verða staðfest positiv við komu. Tí er avgerandi at vit øll í jóladøgunum eru sera varin, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

- Í fyrstu syftu velja vit at leingja víðkaðu koronatilmælini. Men vit fylgja alla tíðina neyvt við støðuni, og um tað gerst neyðugt, so koma vit við nýggjum átøkum millum jól og nýggjár, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Víðkaðu koronatilmælini eru:

• Í mesta lagið 100 fólk kunnu savnast við koronapass og 20 fólk uttan koronapass.

• Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23.

• Øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning 2. dag eftir komu.

• Vit vísa varsemi tá vit fara til handils.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

17 Leygardagur 25. desember 2021

Triðja prik skal minka um vandan fyri álvarsligari sjúkugongd

Men samstundis er staðfest, at koppsetingin ikki verjir fólk serliga væl ímóti yvirhøvur at verða smittað við omikron-frábrigdinum, siga føroysku myndugleikarnir. Nú kunnu øll oman fyri 18 ár fáa triðja prik

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað er staðfest, at koppsetingin ikki verjir fólk serliga væl ímóti yvirhøvur at verða smittað við omikron-frábrigdinum, men kortini verjir koppsetingin væl ímóti at gerast álvarsliga sjúk, og tað vísir seg, at triðja prikið økir munandi um hesa verjuna.

Hetta siga myndugleikarnir í fráboðan á korona.fo, nú triðja prik verður bjóðað til øll oman fyri 18 ár.

Fyri einari viku síðan var triðja koppsetingin av øllum føroyingum oman fyri 40 ár framskundað, og nú verður tilboðið víðkað til at umfata øll, sum eru 18 ár og eldri. Einasta treytin fyri at fáa triðja prikið er, at tað í minsta lagið eru gingnir 140 dagar síðan annað prikið.

 -Tað er skjóta útbreiðslan av nýggja omikron-frábrigdinum av covid-19, sum er beinleiðis orsøk til, at triðja prikið – tann sonevndi boostarin – er framskundað í Føroyum og í londunum rundan um okkum, siga myndugleikarnir.

Í Danmark kom tilboðið um triðu koppsetingina til øll oman fyri 18 ár fyrr í vikuni.

- Nógv bendir á, at nýggja og illa smittandi frábrigdið oftast elvir til mildari sjúkugongd enn hini frábrigdini, men kortini eru tað nøkur, ið eisini gerast álvarsliga sjúk av tí. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, mælir staðiliga til at taka støðuna við vaksandi smittutølum í stórum álvara.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2021

18 Leygardagur 25. desember 2021

Stórur meiriluti fyri koronupassi – og álitið á myndugleikar minkar

Tað vísir nýggj kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Færri og færri halda, at tiltøkini ímóti koronufarsóttini eru hóskandi, og bara 29 prosent eru nøgd við háttin, sum Landsstýrið hevur handfarið koronufarsóttina. Álitið á Farsóttarnevndina minkar eisini, men als ikki í sama mun sum álitið á Landsstýrið.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt.

Svarini vórðu savnað saman í november og desember 2021, og kanningin er tann seinasta av fleiri kanningum, sum Søgu- og samfelagsdeildin hevur gjørt, síðani koronufarsóttin byrjaði tíðliga 2020. Greiningarfyritøkan Lóður hevur gjørt kanningina í samstarvi við Heina í Skorini, adjunkt, sum hevur ábyrgdina av hesi verkætlan.

Í hesi seinastu kanningini hava umleið 800 tilvildarliga útvaldir føroyingar svarað ymsum spurningum um samfelagslig viðurskifti. Kanningin er umboðandi í mun til øki, aldur, kyn o.s.fr.

Síðani koronufarsóttin kom til landið tíðliga í 2020, hevur undirtøkan fyri tiltøkunum verið stór, og tey allar flestu hava givið bæði Landsstýrinum og Farsóttarnevndini góð skoðsmál. Men sambært hesi seinastu kanningini er fólksliga undirtøkan munandi minkað, fyrst og fremst tí so mong halda, at myndugleikarnir hava gjørt ov lítið. Havast skal í huga, at hendan seinasta kanningin varð gjørd, samstundis sum stórur vøkstur var í smittutølunum. Ein og hvør kanning er ein løtumynd, men við at seta sama spurning í ymiskum tíðarskeiðum ber til at eygleiða, hvussu fólksligur hugburður broytist yvir tíð.

Í talvu 1 niðanfyri ber til at síggja, hvussu svarið upp á sama spurning broytist í fimm ymiskum kanningum – frá apríl 2020 og fram til november/desember 2021.

[object Object]

Í talvu 2 og 3 sæst, hvussu nøgdsemið við landsstýrið og farsóttarnevndina hevur verið í trimum kanningum (mai 2020, mai 2021 og november/desember 2021).

[object Object]

[object Object]

Stórur meiriluti fyri koronupassi
Kanningin hevði eisini til endamáls at kanna, hvønn hugburð fólk hava til koronupassið, sum nú er sett í verk. Í hesum sambandi tekur ein meiriluti á 58 prosent undir við útsøgnini um, at myndugleikar eiga at krevja koronupass í almenna rúminum. 25% prosent eru ósamd í hesi útsøgn (talva 4).

[object Object]

Tá kannað verður, hvørjir veljarar eru ímóti koronupassinum, koma ymiskir samanhangir til sjóndar.

Í talvu 5, 6 og 7 niðanfyri er yvirlit yvir tey, sum eru ímóti koronupassinum býtt á flokkar og politiska hugsjón. Hetta er gjørligt, tí allir luttakarar í kanningini vórðu bidnir um at svara, hvønn tey høvdu atkvøtt fyri, um val var í dag, og allir luttakarar skuldu eisini taka støðu til, hvar tey meta seg liggja á einum høgra vinstra ási og einum ási, sum snýr seg um konservativ ella liberal virðir. Talvurnar niðanfyri vísa, at mótstøðan ímóti koronu-passinum er nógv størst í Miðflokkinum og næst størst í Fólkaflokkinum.

Talvurnar vísa eisini, at fólk, sum siga seg vera til høgru og konservativ, í størri mun eru ímóti koronupassinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

19 Leygardagur 25. desember 2021

Omikron ger koronupassið nyttuleyst

Koronapassið hevur altsamt minni týdning nú omikron-frábrigdið er farið at breiða seg, sigur landslæknin. Tey vísindaligu prógvini um at koronupass minkar um smittutrýstið fáa vit ikki, upplýsir hann í svari upp á fyrispurning frá Portalinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggja koronu frábrigdið, omikron, ferðast við rúkandi ferð kring allan heimin, og Føroyar er einki undantak

Frábrigdið ger, at koronupassið gerst altsamt meira nyttuleyst, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni.

- Í sambandi við útbreiðsluna av omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av omikron, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað merkir, at landslæknin nú mælir til, at øll sum hava havt beinleiðis samband við ein smittaðan, skulu í sjey dagar sóttarhald. Hetta er sama hvat koppsetingarstøðan er ella, um ein hevur verið smittaður áður.

Eingi vísindalig prógv
Tey vísindaligu prógvini fyri at koronupassið halda smittutrýstinum niðri hevur landslæknin ikki, og vit koma tí ikki nærri, sigur hann í svari upp á fyrispurning frá Portalinum.

Vit spurdu, um tað var so, at Farsóttarnevndin hevði mælt landsstýrinum at seta eina skipan í gildi, har tað ikki vóru vísindalig fyri virknaðinum. Eitt inntriv í lívið hjá fólki, sum skulu vísa eitt pass hvørja ferð tey skulu til eitthvørt tiltak ella út at eta.

Eisini spurdu vit um landslæknin heldur, at virknaðurin av koronupassinum er nóg góður tá 7 daga miðalsmittutalið heldur fram at vera so høgt.

Svar fæst ikki uppá hetta uttan tað, at “koronupassið hevur verið eitt nógv brúkt amboð fyri at minka um smittuspjaðingina í Evropa”, sigur landslæknin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

20
Leygardagur 25. desember 2021

Nýggjur Finnur Fríði bílagdur

Varðin hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen. Nýggi Finnur Fríði skal vera liðugur í januar 2024

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Reiðaríið Krossbrekka, sum er dótturfelag hjá Varðanum, hevur skrivað undir sáttmála um nýtt uppsjóvarskip.

Talan er um 18 ára gamla Finn Fríða, sum nú verður skiftur út. Nýggi Finnur Fríði verður 88 metrar langur og 16,50 til 17,50 metrar breiður.

[object Object]

[object Object]

Tað er Karstensens skipasmiðjan, sum byggir skipið, og skrokkurin verður eftir ætlan í Skagen í juni 2023. Skipið verður liðugt og handað eigarunum í januar 2024.

Skipið er sostatt eitt lítið sindur minni í stødd enn nýggi Christian í Grótinum, sum er 90 metrar langur og 17 til 18 metrar breiður. Nýggi Christian í Grótinum verður liðugur í januar/februar 2022.

Partarnir hava seinastu mánaðirnar arbeitt málrættað við at sniðgeva eitt skip, sum er í fyrsta flokki, bæði tøkniliga og rakstrarliga. Eisini soleiðis at manning hevur best møguligar umstøður.

Nýggi Finnur Fríði
Longd: 88,00 metrar
Breidd: 16,50 / 17,50 metrar
Dýpd: 8,85 metrar

[object Object]Finnur Fríði frá 2003 verður nú skiftur út (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

21
Leygardagur 25. desember 2021

Uppsjóvarvirkið Pelagos setti eisini met

Eins og Varðin Pelagic hevur Pelagos í Fuglafirði tikið ímóti met nógvum fiski í ár. Heili 114.000 tons bleiv tað til áðrenn starvsfólki fór í jólafrí

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ikki bara á Varðan Pelagic á Tvøroyri, at framleiðslan hevur verið met høg í ár.

Á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði hava tey tikið ímóti 114.000 tonsum av fiski í ár, og tað er tað mesta nakrantíð, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri, við Norðlýsið.

Gamla metið varð beint omanfyri 100.000 tons.

Jóhan Páll Joensen upplýsir fyri Norðlýsinum at útvið 80 fólk arbeiða á virkinum, og í ár hava tað veirð 202 landingar.

Varðin Pelagic fór herfyri upp um 100.000 tons, sum eisini er tað mesta nakrantíð, og nú virkið er farið í jólafrí endaði tað á umleið 110.000 tonsum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2021

22
Leygardagur 25. desember 2021

Íløgur fyri knappar 1,8 milliardir í nýggjan fiskiflota

Føroysk feløg hava gjørt íløgur á knappar 1,8 milliardir í nýggj skip. Fyrsta skipið kemur í føroyska flotan longu um ein mánaða

Nýggi Finnur Fríði kostar umleið 340 milliónir at byggja og er tann seinasti nýbygningurin, sum er kunngjørdur
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Fleiri nýggj skip koma í føroyska flotan komandi tíðina. Íløgur á knappar 1,8 milliardir eru gjørdar í nýggj skip. Vit hava her ein gjøgnumgongd av nýbygningunum:

Fyrsta felagið at kunngera, at ein nýggjur sáttmálið var undirskrivaður at byggja nýtt skip, var JFK Trol í Klaksvík, sum kunngjørdi í fjør, at felagið skuldi byggja ein stóran og framkomnan trolara í Turkalandi.

Nýggi Gadus verður ein tann mest framkomni av sínum slag, og kemur at hava alla ta nýggjastu tøknina og útgerðina, sum krevst til eitt slíkt skip. Kostnaðurin er umleið 400 milliónir krónur.

Stutt aftaná kunngjørdi felagið Framherji í Fuglafirði, at felagið hevði gjørt avtalu við Vard skipasmiðjuna i Noregi um ein nýggjan trolara fyri núverandi Akraberg.

Eins og við Gadus, er talan um ein sera framkomnan trolara, sum kemur at hava alla ta nýggjastu tøknina. Nýggi Akraberg kostar umleið 315 milliónir krónur.

Triðja felagið, sum hevur ein trolara í Barentshavinum er Enniberg, og hetta felagið kunngjørdi eisini í fjør, at felagið fór at byggja nýtt skip til hendan fiskiskapin.

Talan verður um ein trolara, sum er teknaður av Skipsteknisk í Noregi, sum eisini hevur sniðgivið nýggja Gadus, og eins og nýggi Gadus, verður nýggi trolarin til felagið aftan fyri Enniberg bygdur í Turkalandi, og verður sera framkomin. Nýggi trolarin kostar eisini umleið 400 milliónir krónur.

Við hesum trimum sáttmálunum fáa Føroyar ein spildurnýggjan og framkomnan Barentshavsflota í komandi ár.

Felagið aftan fyri Christian í Grótinum í Klaksvík kunngjørdi eisini í fjør, at felagið hevði gjørt avtalu við Karstensens Skibsværft í Skagen um eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip. Felagið seldi stutt eftir táverandi Christian í Grótinum til Grønlands, og ognaði sær eitt íslendskt uppsjóvarskip, sum skuldi fiska kvoturnar til nýggja skipið kemur. Tað skipið fekk navnið Christian, og er selt til Vestmanna Seafood. Christian skal handast Vestmanna Seafood tá ið nýggi Christian í Grótinum kemur. Nýggi Christian í Grótinum verður eftir ætlan handaður eigarunum um ein mánaða, og kostar umleið 300 milliónir krónur.

Seinasta felagið, sum hevur kunngjørt ein nýbygning, er samtakið Varðin í Gøtu. Eitt dótturfelag hjá Varðanum, Pf. Krossbrekka, hevur undirskrivað ein sáttmála, sum hevur eitt virði á 340 milliónir, og talan verður um dýrasta nýbygning, sum nakrantíð er bygdur í Skagen. Hesin nýbygningurin skal avloysa Finnur Fríða.

Nýggi Finnur Fríði, sum verður sera framkomin og kemur at hava alt tað nýggjasta innan tøkni og útgerð, skal eftir ætlan latast felagnum í mars 2024.

Við hesum fimm nýbyggningunum kemur miðalaldurin á føroysku skipunum munandi niður, av tí at núverandi skipini hava ein høgan aldur, hóast tey eru í góðum standi.

Gadus er bygdur í 1987.
Akraberg er bygdur í 1994.
Enniberg er bygdur í 1990.
Christian í Grótinum var bygdur í 2003, og fyribilsskipið er bygt í 1996.
Finnur Fríði er bygdur í 2003.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2021

23 Leygardagur 25. desember 2021

Miðlastuðul latin seks miðlum

Sjey umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er ein umsøkjari færri enn í fjør – miðlarnir, sum hava fingið stuðul eru Sosialurin, Portal.fo, Dimmalætting, Norðlýsið, FM1, og VP.fo

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Miðlastuðulsnevndin er liðug at viðgera umsóknirnar um miðlastuðul fyri 2021. Niðurstøðan er, at seks føroyskir miðlar fáa part av samlaðu miðlastuðulsjáttanini á tvær milliónir krónur.

Sjey umsóknir vóru til miðlastuðul í ár, sum er ein umsøkjari færri enn í fjør. Teir seks miðlarnir, ið lúka treytirnar fyri stuðli, fáa úr 182.941,76 upp í 606.478,77 krónur í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2021 til miðlastuðul.

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40 prosent av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60 prosent av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40 prosent av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. Í mun til í fjør eru lønirnar hjá teimum seks miðlunum, sum hava fingið stuðul játtaðan, minkaðar úr umleið 21,5 til 20,1 milliónir krónur.

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum sjey umsóknunum fylgt leistinum frá seinastu fýra árunum við einari lutfalsliga breiðari tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2020:

Sosialurin: kr. 606.478,77

Portal.fo: kr. 365.616,23

Dimmalætting: kr. 349.370,30

Norðlýsið: kr. 269.107,19

FM1: kr. 226.485,76

VP.fo: kr. 182.941,76

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

24 Leygardagur 25. desember 2021

Hagstovan: Stórur vøkstur í innflutninginum

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vaks innflutningurin 14,4 prosent, meðan útflutningurin vaks 11,4 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,6 milliardir krónur, ið er tað mesta nakrantíð sambært Hagstovuni.

Talan er um ein vøkstur á 14,4 prosent í mun til í fjør, og um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 15,9 prosent.

At oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, hava vit brúkt 43 prosent meira upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør, skrivar Hagstovan.

Í sama tíðarskeiði hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,4 prosent meira enn fyrstu 10 mánaðirnar í fjør.

Samlaði útflutningurin var 7,9 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,2 milliardir krónur.

Tað er laksaútflutningurin, sum er vaksin mest – 26,4 prosent. Hann var 3,5 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

25 Leygardagur 25. desember 2021

Hagstovan: Í fjórða hvørjum húski er bert eitt fólk

Uppgerð hjá Hagstovuni fyri 2019 vísir, at 25 prosent av teimum umleið 18.000 húskjunum í Føroyum bert taldu ein vaksnan

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2019 taldu 25 prosent av teimum umleið 18.000 húskjunum í Føroyum bara ein vaksnan í húskinum.

24 prosent av húskjunum vóru við tveimum vaksnum uttan børn, og 15 prosent við trimum ella fleiri vaksnum uttan børn. Sostatt vóru næstan tveir triðingar av øllum húskjum uttan børn, vísir uppgerð frá Hagstovuni.

Hinvegin eru knappliga 6.500 húski ella 36 prosent við børnum, og av hesum eru tað bert eini 630 húski ella 3,5 prosent, har tað er ein vaksin við børnum.

Verður hugt at, hvussu nógv fólk eru í ymisku húskjunum, búgva knappliga 28.800 fólk ella 56 prosent av øllum fólkatalinum í húskjum við børnum.

Í húskjum við einum vaksnum við børnum – einum ella fleiri – búgva 1.680 fólk ella trý prosent av fólkatalinum. Húskini við tveimum vaksnum við børnum telja 14.700 fólk ella 29 prosent av fólkinum, og húskini við trimum ella fleiri vaksnum við børnum telja 12.400 fólk ella 24 prosent av fólkatalinum, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

26 Leygardagur 25. desember 2021

15 prosent av føroyingum siga nei takk

Talið á teimum, sum hava valt ikki at fáa lýsingar í postkassan er spakuliga vaksið seinastu árini, upplýsir Posta fyri landsstýrismanninum við fíggjarmálum, sum hevur svarað fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Talið á føroyingum, sum hava valt ikki at fáa lýsingar, sum verða bornar út av Posta hvørja viku, er spakuliga vaksið seinastu árini, og í løtuni eru tað umleið 15 prosent av føroyingunum, sum hava sagt nei takk til lýsingar.

Tað upplýsir Posta sambært landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Tað var Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um evnið.

Hon vísti m.a. á, at fólk í dag sjálvi skulu biðja um at fáa eitt klistrimerki við tekstinum "Ongar lýsingar –takk” á postkassan, um tey ikki vilja hava lýsingabløð, og kundi mann í staðin gjørt eina "ja takk" skipan, har mann aktivt skal biðja um at fáa lýsingarbløð.

Grundarlagið fyri hesi broytingini er at minka um pappírsoyðsl, óneyðugt rusk og fyribyrgja, at fólk verða eggjað til at keypa meira, enn tey hava tørv á, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Hon vildi tí hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvat landsstýrismaðurin heldur um at seta eina slíka "ja takk" skipan í verk, hvussu nógv lýsingarbløð verða borin út til føroysk húsarhald, og hvussu nógv høvdu valt lýsingar frá.

Jørgen Niclasen vísir í svari sínum á, at Posta skipað sum partafelag og verður rikið við armslongd frá landsstýrinum. Útbering av lýsingarbløðum er privat vinna, og tí letur Posta ikki upplýsingar um nøgdir eins og onnur feløg.

Viðvíkjandi møguligari broyting av marknaðarføringslógini, sum m.a. ásetur reglur um lýsingarbløð, vísir landsstýrismaðurin til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av hesum økinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

27 Leygardagur 25. desember 2021

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava undirskrivað eina nýggja avtalu

Við nýggju avtaluni hevur Føroya Handverkarafelag tryggjað, at limirnir nú fáa útgoldið eina trygging í einum, um teir gerast varandi óarbeiðsførir.

Umboð fryi Føroya Handverkarafelag og LÍV. Nýtt í avtaluni, ið kemur í gildi 1. januar, er ein veiting á 200.000 krónur við einari niðurtrapping við varandi óarbeiðsføri
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Handverkarafelag og LÍV hava undirskrivað eina nýggja avtalu, og við hesi verður víðkað um fulnaðirnar í samlagstryggingini. Nýtt í avtaluni er ein veiting á  200.000 krónur við einari niðurtrapping við varandi óarbeiðsføri. Veitingin verður útgoldin í einum.

Við nýggju avtaluni hevur Føroya Handverkarafelag eisini tryggjað sínar limir enn betri, soleiðis, at hesir nú eisini fáa útgoldið eina trygging í einum um teir gerast varandi óarbeiðsførir.

Frammanundan eru limirnir tryggjaðir við deyða, einari veiting útgoldin í einum til barnið/børnini, um limurin doyr, deyða hjá hjúnarfelaga/sambúgva, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól.

Umframt hesar nevndu tryggingar hava limir rætt til eina skattafría lokaupphædd, tá teir gerast 67 ár.

Við nýggju avtaluni kunnu limirnir kenna seg enn tryggari. Broytingarnar í nýggju avtaluni koma í gildi 1. januar 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

28 Leygardagur 25. desember 2021

Vestpack á føroyskar hendur

Leiðslan á Vestpack hevur saman við føroyskum íleggjarum keypt felagið og nú er øll fyritøkan á føroyskum hondum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leiðslan á Vestpack hevur saman við føroyskum íleggjarum keypt felagið og nú er øll fyritøkan á føroyskum hondum.

Frammanundan áttu føroyingar helvtina av fyritøkuni, meðan hin helvtin var á útlendskum hondum. Tað eru Áki Olsen, forstjóri, Jákup Oluf í Skálum, stjóri, Sámal Steinkross, sølustjóri, og Ben Arabo, nevndarformaður, ið hava tikið stig til keypið og sum nú mynda felagið. 

Vestpack er ein væl rikin fyritøka, ið seinnu árini hevur havt sera góð úrslit. Umframt posarnar, ið allir føroyingar brúka mest sum hvønn dag, veitir Vestpack pakkitilfar til føroyskt vinnulív í breiðastu merking. Høvuðsmarknaðurin er tó fiski- og alivinnan í Føroyum. Eisini eru kundar innan fiski- og alivinnu í Noregi og í Íslandi. 

Jákup Oluf í Skálum, stjóri, fegnast um keypið og vísir á, at hetta gevur dagligu leiðsluni frælsi at menna fyritøkuna enn meira og at tryggja, at allar avgerðir verða tiknar nær heimamarknaðinum. 

Vestpack arbeiðir miðvíst við at framtíðartryggja sínar veitingar. Vestpack er umhvørvisgóðkend fyritøka, og grøna skiftið verður gjørt við sama atliti til góðsku, ið fyritøkan vanliga stendur fyri. 

Vestpack vil eisini framhaldandi tryggja sær sína støðu sum tann fremsti veitarin av pakkitilfari til okkara vinnulív. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

29
Leygardagur 25. desember 2021

Hiddenfjord fingið tvær altjóða virðislønir fyri burðardygd

Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum "Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards", sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi

Atli Gregersen (Mynd: KvF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hiddenfjord hevur fingið tvær altjóða virðislønir fyri burðardygd.

Føroyska alifyritøkan hevur vunnið eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin, sum gera størsta munin. Viðurkenningin er fyri, at Hiddenfjord gavst við at flyta laksin út í heim við flogførum.

SEAL stendur fyri Sustainability, Environmental Achievement and Leadership og er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.

Átakið hjá Hiddenfjord er eisini viðurkent av Business Brilliance Awards í Stóra Bretlandi, har Hiddenfjord vann í bólkinum Environmental & Corporate Sustainability.

Harumframt er stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, í uppskoti sum Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards, sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Stóra Bretlandi. Business Leader of the Year heiðurslønin er grundað á arbeiðið hjá Hiddenfjord fyri burðardygd og djóravælferð seinastu trý áratíggjuni.

- Okkara fremsta virði er burðardygd, og okkara grundhugsan er, at tað virksemi, vit hava í dag, ikki skal leggja fót fyri framtíðarvirksemi. Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini. Alt okkara virksemi skal vera innan fyri karmar, sum náttúran setur, og í samljóði við náttúruna, sigur Atli Gregersen.

Ein av fleiri grundgevingum fyri, at Atli er í uppskoti sum Business Leader of the Year, er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í heiminum at ala stór smolt á landi, sum styttir tíðina, laksurin er í sjónum, og harvið minkar um vandan fyri, at laksurin fær lús.

Ein onnur grundgeving er, at Hiddenfjord er fyrsta alifyritøkan í Evropa at seta í verk eina serliga tøkuskipan, kallað ‘stress-free harvesting’ á enskum, ið tryggjar, at laksurin verður so lítið strongdur sum gjørligt, meðan hann verður tikin. Hetta er við til at geva laksinum hjá Hiddenfjord víða gitnu góðskuna.

Harumframt er Hiddenfjord fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flyta laks við flogfari. Úrslitið er, at CO2-útlátið fyri langvegis flutning er minkað heili 94 prosent, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2-eindum um árið.

Hiddenfjord hevur saman við føroyskum myndugleikum áhaldandi arbeitt fyri strongum og skilagóðum reglum fyri aling í Føroyum. Skipanin av alivinnuni í Føroyum hevur í mong ár givið íblástur um allan heim.

Tey, ið vinna edie Sustainability Leaders Awards, verða funnin mikudagin 2. februar 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

30
Leygardagur 25. desember 2021

Lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Skotlandi í triðja ársfjórðingi hava munandi ávirkan á fjórða ársfjórðing

Trupla støðan í Skotlandi ávirkar fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í oktober og november – Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er óbroytt á 96.000 tons

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá roknskapuring fyri triðja ársfjórðing 2021 varð lagdur fram, varð greitt frá lívfrøðiligum avbjóðingum í alingini í Skotlandi í triðja ársfjórðingi, og at hesar hildu fram í fjóðra ársfjóðringi.

Serliga tann trupla støðan í Skotlandi ávirkar fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í oktober og november, og eru 174,6 milliónir krónur útreiðsluførdar fyri óvanligt stórt felli í hesum tíðarskeiði. Rakstrarúrslitið fyri alt samtakið aftaná hesar serligu útreiðslur er væntandi á leið 52 milliónir krónur.

Høvuðsorsøkin til óvanliga stóra felli í Skotlandi er, at fiskur - ið frammanundan hevur havt toknutrupulleikar – fekk aðrar avbjóðingar afturat. Serliga eru tað stimar av pinku-hvalspýggjum, ið hava gjørt seg inn á toknurnar á fiskinum. Trupult hevur verið at viðgjørt fiskin við feskvatni, av vantandi kapasiteti og støðuni sum heild. Støðan hevur verið í betring í seinastuni.

Á kapitalmarknaðardøgunum í september legði Bakkafrost fram eina 5-ára íløguætlan, ið millum annað umfatar íløgur í brunnbátar við útgerð til feskvatnsviðgerð. Viðgerð við feskvatni riggar sera væl móti bæði lús og toknutrupulleikum, um hon verður gjørd rættstundis. Komandi ár fær Bakkfrost tvey nýggj skip brunnbátar útgerð til viðgerð við feskvatni. Eitt skip fer til Skotlands og Bakkafossur skal nýtast í Føroyum. Hervið verður feskvatnsviðgerarmegin meira einn trýfaldað. Hetta fer at minka munandi um lívfrøðiliga váðan –nú feskvatnsviðgerð sýnist hava størri týdning.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er óbroytt á 96.000 tons. Umleið 4. januar 2022 verður staðfesta tøkan fyri 2021 almannakunngjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

31 Leygardagur 25. desember 2021

Sáttmálin fyri Posta longdur

Millum annað fyri at fáa tíðarskeiðini fyri sáttmálarnar fyri tey bæði almennu partafeløgini at fylgjast aftur, hevur Starvsfelagið avgjørt at leingja sáttmálan fyri Posta eitt ár. Lønarhækkingin í 2022 verður tann sama sum hjá starvsfólkunum hjá Føroya Tele

Kristoffur Laksá, umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Trý ára sáttmálin millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag vegna starvsfólkini á Posta, ið fer úr gildi 31. desember 2021, er longdur eitt ár.

Lønarhækkingin pr. 1. januar 2022 verður tann sama sum fyri limir felagsins á Føroya Tele, 1,25 prosent, og verandi sáttmáli verður galdandi til 31. desember 2022.

Nevndin í Starvsfelagnum hevur viðgjørt málið og metur, at tað av praktiskum orsøkum er rættast at leingja verandi sáttmála við einum ári.

Broytingin ber í sær, at teir sáttmálarnir, sum Starvsfelagið hevur fyri tey bæði almennu partafeløgini framyvir aftur fara at vera fyri somu tíðarskeið.

Skipanin hjá Starvsfelagnum var upprunaliga tann, at gjørdir vóru 2 ára sáttmálar, annaðhvørt ár fyri almenna arbeiðsmarknaðin og annaðhvørt ár fyri privata arbeiðsmarknaðin, sum eru teir báðir sáttmálarnir fyri ávíkavist Posta og Føroya Tele.

Í 2019 varð tó víkt frá hesi siðvenju. Tá varð gjørdur 3-ára sáttmáli fyri Posta, av tí at ætlanir vóru um at privatisera fyritøkuna. Mett varð tá, at tað tryggasta fyri starvsfólkini fór at vera at gera ein longri sáttmála.

Hetta hevur tó víst seg at vera ein óhøglig skipan. Lutvís av tí, at sáttmálarnir fyri partafeløgini líkjast og tí helst skulu gerast í senn. Lutvíst tí, at samráðingarnar um sáttmálan fyri Posta koma at liggja samstundis sum samráðingarnar um sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og tað riggar illa.

Nú verður so roynt at koma aftur á beint, so at mannagongdin framyvir aftur verður tann, at samráðingarnar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum altíð verða hildnar hvør sær, forskotnar annaðhvørt ár.

Starvsfólkini á Posta fara í 2022 fara at fáa somu lønarhækking sum starvsfólkini á Føroya Tele, og samráðingarnar um sáttmálar fyri báðar tær almennu fyritøkurnar verða samstundis við árslok 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

32 Leygardagur 25. desember 2021

99 skip fingu jólapakkar

Talan er samanlagt um 1.176 pakkar, ið føroyska sjómansmissiónin hevur latið til hesi jólini hóast heldur truplar umstøður

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hóast tað hevur verið trupult hjá sjómanskvinnuringunum at savnast síðstu tíðina vegna koronu, so hevur tað kortini eydnast teimum, og øðrum at gjørt jólapakkar til sjófólkið aftur í ár.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari um tilgongdini viðvíkjandi jólapakkunum, ið føroysk sjófólk vanliga fáa.

Torleif Johannesen hevur borið allar pakkarnar út til skipini, og nú pakkarnir og skipini eru tald saman, síggja tølini soleiðis út: 

99 skip hava fingið 1.176 pakkar. Talan er um 64 fiskiskip, harav trý grønlandsk, 20 farmaskip, 12 skip í frálandavinnu og 2 vaktar- og bjargingarskip og 1 tænastuskip.

Fleiri liggja inni og hava longu havt sína jólaløtu. Av teimum umleið 26 skipunum, sum vera burtur á jólum, og sum fara at pakka upp jólaaftan, eru fýra fiskiskip sum royna í Barentshavinum, meðan farmaskipini eru ymsastaðni í Norðureuropa. Skipini í frálandavinnuni eru í Norðsjónum, Afrika, Suðuramerika og í Asia, skrivar trubodin.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

33 Leygardagur 25. desember 2021

Reyði Krossur letur hálva millión til neyðstaddar ungar kvinnur í Bangladesj

Talan er um hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, ið er heimsins størsta flóttafólkalega

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðan august í 2017 eru útvið 900.000 fólk flýggjað úr Myanmar til Cox Bazar undan harðskapi og ágangi. Meginparturin av hesum eru kvinnur og børn.

Heimsins størsta flóttafólkalega hevur trong og vánalig kor, og meginparturin av flóttunum hava sálarlig mein og angist. Harumframt er Bangladesh eitt av londunum í Asia, sum eru harðast rakt av koronu.

Reyði Krossur Føroya hevur júst latið eina hálva millión krónur til hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh. Talan er eitt nú um átøk ímóti koronu, og átøk at tryggja vernd og vælferð hjá neyðstøddum ungum kvinnum.

Hesin peningurin fer millum annað til: 

- Stuðla undir koppsetingarátøkum og tryggja, at útlutingin av koppsetingini er munagóð og rættvís,

- Veita psycho-sosialan stuðul til sárbærar borgarar í Cox Bazar leguni, har givið verður serligt far um ungar gentur og børn,

- Útbyggja verandi verndarátøk, so sum barnaverndarskipanir.

[object Object][object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

34 Leygardagur 25. desember 2021

Jógvan Ósá nýggjur tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur gjørt av, at seta Jógvan Ósá í starv sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jógvan Ósa er 36 ár. Hann er húsasmiður, bygningskonstruktør og kandidatur í leiðslu og informatik. Harumframt hevur hann útbúgving í verkætlanarleiðslu og aðrar viðkomandi førleikar.

Jógvan Ósa er búsitandi í Klaksvík, og hevur síðan 2017 starvast sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu. Hann hevur sostatt gott innlit í tekniska økið og kommunala fyrisiting, umframt verkligar royndir, sum húsasmiður og bygningskonstruktør. Bæði í Føroyum og í Danmark.

Tá freistin at søkja starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu var úti, vóru 11 umsóknir. Tríggir umsøkjarar vóru til samrøðu.

Jógvan Ósá tekur við starvinum 1. februar 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

35 Leygardagur 25. desember 2021

JobPrát við føroyska arbeiðsmarknaðin

Fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs, er útsett vegna koronu, men enn ber til at hitta fyritøkur talgilt, og fram til 28. desember ber til at bíleggja eitt JobPrát, siga fyrireikarar

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vegna korona hava fyrireikararnir valt at útseta tað fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs. Hóast korona spennir bein fyri okkara andlit til andlits tiltaki, eru ongar forðingar fyri, at vit hittast talgilt, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi.

Jobmatch hevur ment eina nýggja skipan, har til ber at bíleggja talgild JobPrát við tær fyritøkur og stovnar, sum ein hevur áhuga í at hitta. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í sambandi við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast frá miðjun desember og fram til týsdagin 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo.

Hjá summum av fyritøkum og stovunum ber til at bíleggja eitt JobPrát eitt ávíst tíðspunkt tann 29. desember. Hjá øðrum bíleggur ein eitt JobPrát uttan ávísa klokkutíð og dag, og síðani setir fyritøkan ella stovnurin seg í samband við viðkomandi fyri at gera avtalu um, nær Jobprátið skal verða.

JobPrátið og sjálv bíleggingin fer fram inni á Jobmatch heimasíðuni. Har skal mann gera sær ein brúkara við at melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar mann inn í skipanina við sínum t-posti og loyniorði.

Tað ber til eina hvørja tíð til dagføra vangan við nýggjum upplýsingum. Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch, sum er stuðlað av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

36 Leygardagur 25. desember 2021

Umhvørvisstovan hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendska sjókortmyndugleikan

Samstarvspartanir kunnu nú nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á ársins stytsta degi, 21. desember 2021, hava Landhelgisgæsla Íslands (www.lhg.is) og Umhvørvisstovan gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið.

Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.

Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.

Umhvørvisstovan fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, ið er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Ísland um sjókort.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

37 Leygardagur 25. desember 2021

Victor Dánjalsson fekk ársins rósu

Fyri sítt ótroyttiliga arbeiði við Starabúrinum fekk Victor Dánjalsson handað ársins rósu frá borgarstjóranum í Klaksvík

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikukvøldið fekk verturin í útvarpssendingini Starabúrið, Victor Dánjalsson, handað ársins rósu. Hetta hendi í sambandi við at jólamenninir koyrdu runt í býnum. Saman við Starabúrðinum og Live.fo sendi Norðlýsið eisini beinleiðis frá tiltakinum úr einum bili.

Í bilinum sat trúfasti verturin í Starabúrinum, Victor Dánjalsson, sum visti av ongum. Borgarstjórin steig innar í bilin og byrjar at lesa grundgevingarnar fyri ársins rósu 2021.

- Hvørt leygarkvøld kvøld situr hesin persónur og onkur annar ótroyttiligur og senda góðan tónleik og taka ímóti ynskjum frá lurtarum. Hann setur seg ofta eisini í búrið aðrar tíðir, og bjóðar lurtarum at senda sangynskir inn, sum hann síðani spælir. Hetta gera teir ókeypis og av huga, las Karl Johansen upp millum annað.

- Lurtararnir eru nógvir, og tað vísir seg eisini leygarkvøld, at fólk ymsastaðni í verðini sita og lurta. Fólk, sum fara í feriu suðureftir, sita eisini og lurta leygarkvøld og senda heilsur og sangynskir, segði Karl Johansen áðrenn hann kom til stóru løtuna.

- Tað er mær ein stór gleði at boða frá, at Victor Dánjalsson er ársins rósa 2021. Hjartaliga tillukku, Victor. Hetta hevur tú so hjartaliga uppborið og vónandi kann hetta vera ein stuðul at halda fram við hesum góða arbeiðinum, tú saman við konuni og øðrum ger fyri onnur, segði borgarstjórin.

Høvuðspersónurin var púra tikin á bóli og var málleysur.

- Eg havi eingi orð. Hjartaliga takk fyri. Eg eri púra paff. Eg havi altíð okkurt svar, men eg havi einki svar í kvøld. Uttan tykkum lurtarar var einki Starabúður, segði ein takksamur Victor Dánjalsson.

Starabúrið hoyrist her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

38 Leygardagur 25. desember 2021

Umstøðurnar niðri á sandinum vorðnar betri

Síðsta fríggjadag varð nýggja brimverjan í Miðvági avhandað av J&K Petersen

Sigtór Petersen frá J&K Petersen og Albert Ellefsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Arbeiðið uppá brimverjuna byrjaði í fjør við tí endamáli at verja leiðingarnar sum liggja í gøtuni fram við sandinum, ímóti nógva briminum.

Somuleiðis hevur brimverjan gjørt at sjálvur sandurin er vorðin nógv betri við tað at meira sandur legst fram við grótkastinum. Tað sást beinanvegin stórur munur á, men enn eru eitt sindur av avbjóðingum vinstrumegin brimgarðin. Men hetta verður loyst við at leggja grót sum leiðir ósan longur út á fjørðin, so hann ikki kemur upp á sandin á sama hátt sum nú.

Arbeiðið at fríðka økið fram við gøtuni fer í gongd fyrst í komandi ári, har flag verður lagt á garðin og tilfar verður lagt omaná brimgarðin so tað verður høgligari at spáka ein túr út á endan.

Hetta hevur økt munandi um trivnaðin niðri á sandinum. Aktiviteturin niðri á sandinum er nógv voksin síðsta árið. Úti á Kumlum er daglig sjón at síggja kvinnur dyppa á sjónum og vindur hetta ítriv uppá seg. Somuleiðis brúka børn og vaksin nógv sandin, sum teirra spælipláss.

Tað var Albert Ellefsen, varaborgarstjóri sum vegna býráðið tók ímóti, tá Sigtór Petersen frá J&K Petersen avhandaði brimverjuna til kommununa. Albert Ellefsen takkaði Sigtór Petersen fyri eitt væla arbeiðið sum hevði gingið væl og skjótt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

39 Leygardagur 25. desember 2021

Nýtt vatnverk tikið í brúk í Kollafirði

Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50 posentum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stutt undan kommunusamanleggingini í 2001, keypti Kollfjarða kommuna eitt nýtt vatnreinsiverk, sum hevur verið virkið síðan. Tað hevur roynst  rímuliga væl, men nú gott 20 ár seinni er tað slitið, og var tí búgvið til at verða skift út.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Fyri at fáa eina enn betri vatngóðsku, hevur kommunan seinastu árini arbeitt við at fáa eina hóskandi vatnbyrging um Botnánna, men er enn ikki komin á mál við tí. Málið um nýggja vatnverkið varð samtykt í býráðnum í apríl og stendur nú liðugt. Eg fari at ynskja góða eydnu við verkinum og alt tað besta, segði borgarstjórin, tá verkið varð tikið í nýtslu týsdagin.

Tekniska útgerðin í verkinum er frá Pf Nomatek, el-arbeiðið er gjørt av Pf Install, og lendisarbeiðið og húsasmíðið er gjørt av Pf. Articon.

Verkið hevur eina reinsiorku á 150 tons av vatni um tíman og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50 posentum.

Eisini er roynt at tryggja verkið móti møguligum óhappum. Her eru fýra sandfiltur, tvær kraftigar UV-strálingar, egið el-verk og ein UPS trygdarskipan, sum kann lata streym í ein tíma. Alarm- og eftirlitsskipan er tengd at verkinum. Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir, skrivar torshavn.fo

Vatngóðskan í Kollafirði, Oyrareingjum og á Signabø er vanliga góð. Men tá nógv regn er við áarføri, kann vatnið fáa ein gulligan lit, og tað kann vera sera trupult at fáa henda litin úr vatninum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

40 Leygardagur 25. desember 2021

Ætlanir eru um at gera 35-40 bústaðareindir á Kambsdali

Ætlanin umfatar fýra ymisk sløg av matriklum, og í alt fevnir økið um áleið 17.000 fermetrar. Broytingin av serstøku byggisamtyktini fyri økið verður løgd út til almenna hoyring og alment eftirlit í næstum

(Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Økið talan er um, er millum Dalsveg, Børkugøtu, Fagragil og oman til gøtusambandið, sum er partur av matr. nr. 871e, Kambsdalur. Íalt fevnir økið um áleið 17.000 fermetrar.

Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina fjøltáttaða bústaðarætlan fyri hetta økið á Kambsdali, sum er gott og vælegnað lendi til bústaðarbygging.

Spennandi ætlanin hevur verið viðgjørd í teknisku nevnd, og er síðani samtykt í býráðnum á almennum býráðsfundi. Samtykt er at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 871e frá at verða øki til almennar stovnar og fríøki, merkt E og I, til at verða øki B, sum er sethúsa- og bústaðarøki.

Broytingin av serstøku byggisamtyktini fyri økið verður løgd út til almenna hoyring og alment eftirlit í næstum.

Ætlanin umfatar fýra ymisk sløg av matriklum: 
1.Til einbýlishús, sethús, har hvørt sethús hevur sín matrikul
2.Til tvíhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
3.Raðhús/randarhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
4.Bústaðarhús við fleiri íbúðum. Hetta er ein matrikul, men hvør íbúð skal                hava íbúðarnummar afturat matrikulnummarinum

Íalt kann ætlanin fevna um áleið 35-40 bústaðareindir í ymiskum støddum, ið liggja væl fyri í mun til ánna, sum rennur ígjøgnum økið og harvið skapar møguleikar fyri lívi og trivnaði.

Grøna økið er staðsett miðskeiðis í útstykkingarætlanini, og er raðfest sera høgt við ánna, sum hugsast kann verður eitt samlingsstað í útstykkingini.

Hædd verður tikin fyri ferðslutrygdini í verkætlanini. Eisini verður ein busslummi lagdur við høvuðsvegin við gøtusambandi oman til útstykkingina.

Ætlanin er at bjóða økið út í fleiri pørtum, ella sum eina heildarætlan, har bygt verður í stigum yvir eitt ávíst áramál.

Ikki ber til at áseta fasta tíðarætlan fyri fremjan av ústykkingarætlanini, men vónandi verður áhugin fyri útstykkingarætlanini stórur, og tí verður ætlanin raðfest frammalaga í arbeiðnum hjá Fuglafjarðar kommunu við at skapa góðar fortreytir fyri bústaðarmøguleikum í kommununi.

Kunnað verður um, at bæði privatir aktørar og onnur feløg annars fara at kunna bjóða seg fram, tá ið ætlanin fer í alment útboð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

41 Leygardagur 25. desember 2021

Fjølbroytt frítíðartilboð til øll

Sunda kommuna hevur sett sær fyri at halda fram við góðu gongdini innan trivnaðarøkið. Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru tvær og ein hálv milliónir settar av til venjingarmiðstøð við Margáir, og ungdómshús letur upp í nýggjum hølum

Burn fer at skipa og reka virksemið í nýtíðmans venjingarmiðstøðini við Margáir. Arbeiðið at innrætta er boðið út, og miðja verður eftir at venjingarmiðstøðin letur upp móti sumri í 2022
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunda kommuna hevur sett sær fyri, at ganga undan og birta undir eitt gott felagslív og hugin at vera virkin alt lívið. Býráðið hevur tískil samtykt at hækka játtanina til fleiri av trivnaðarøkjunum.

Ítróttahús - víðkað tilboð
Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru millum annað 2,5 milliónir krónur settar av til at gera venjingarmiðstøð við Margáir. Venjingarmiðstøðin verður í niðaru hæddini av ítróttahúsinum við Margáir.

Fyrr í heyst bjóðaði kommunan raksturin av venjingarmiðstøðini út, og tá bleiv avtala gjørd við Burn, sum fer at skipa og reka virksemið. Arbeiðið at innrætta hølini til eina nýtíðmans venjingarmiðstøð er boðið út, og miðja verður eftir at venjingarmiðstøðin letur upp móti sumri í 2022.

Í ovaru hædd í ítróttahúsinum við Margáir er fótbóltsvenjingarhøll, dart, borðtennis og eisini eitt skipað frítíðartilboð til ung, trý kvøld um vikuna.

Komandi ár verður virksemi við Margáir sostatt víðkað enn meira, við frítíðartilboðum til bæði yngri og eldri.

Ungdómshús við nýggjari staðseting
Eftir jólaferiuna letur eisini ungdómshúsið, ið fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri, upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin (fyrrv. Norðskála/Oyrar skúli).

Her fer ungdómshúsið at húsast í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi. Tá alt hetta er komi upp at koyra, hevur ungdómurin í kommununi aftur eitt fjølbroytt tilboð og okkurt at fara til, øll gerðandiskvøld í vikuni.

Býráðið hevur eisini samtykt at hækka játtanina til frítíðarundirvísingina, ið er eitt kveikjandi kvøldskúlatilboð til borgarar í øllum aldri. Fyrr í ár varð nýggjur leiðari settur av frítíðarundirvísingini og hevur skráin fyri veturin 2021/2022 verið meira umfatandi og fjølbroyttari enn undanfarin ár. Áhugin fyri at luttaka á skeiðunum hevur samstundis eisini verið methøgur.

Harafturat fegnast kommunan, um at tey í økinum hava eitt fjøltáttað ítróttartilboð og eitt vælvirkandi dagtilhald, har eldru borgarnir, frá 60 ára aldri og upp eftir, hittast til ítriv, prát og tiltøk av ymsum slag.

Landafrøðiliga er Sunda kommuna ein av størstu kommunum í landinum og fevnir um 11 bygdir. Við kommunalu bussleiðini, ið samanbindir økið, er tó lætt hjá borgarunum at ferðast millum bygdirnar til ymsu frítíðartilboðini. Hendan tænastan er ókeypis.

Tíðindaskriv frá Sunda kommuna

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

42 Leygardagur 25. desember 2021

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Talan er um HPAI H5N1

Nú er endaliga staðfest, at fuglakrímið, ið varð funnið í skúgvunum í Føroyum, er av slagnum HPAI H5N1, sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021

(Mynd: hfs.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin í farnu viku boðaði Heilsufrøðiliga starvsstovan frá, at fuglakrím var staðfest í Føroyum.

Nú verður boðað frá, at tað endaliga er staðfest, at fuglakrímið, ið varð funnið í skúgvunum, er av slagnum HPAI H5N1. Hetta er sama slagið av fuglakrími, sum hevur verið í umferð í Evropa og eisini bleiv staðfest í skúgvi í Hetlandi á sumri 2021. Meira um hetta slagið av fuglakrími kann lesast her.

Sýnini frá skúgvunum, sum eru staðfestir positivir í Føroyum, eru tikin síðst í september 2021, og blivu saman við sýnum frá øðrum fugli send til kanningar fyrst í desember.

Talan er um staðfesting av fuglakrími í villum fugli, ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan greitt. Flytifuglur, m.a. skúgvur, er ikki í Føroyum hesa árstíð, og Heilsufrøðilig starvsstovan metir av teirri orsøk, at smittuvandin er minni, tí at flestu flytifuglar er farnir av landinum.

Føroyar hava heldur ikki stóra vinnuliga framleiðslu av flogfenaði ella eggum, og tí hava vit ikki somu avbjóðingar sum fleiri av okkara grannalondum, tá fuglakrím herjar.

Í Føroyum eru tað tó nógv fólk, sum hava heimafugl, og ofta er tætt samband millum heimafuglin og villa fuglin. Fyri at minka um smittuvandan heitir Heilsufrøðiliga starvsstovan á fólk, um at avmarkað sambandi millum heimafuglin og villa fuglin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir støðuni, og dagførir ætlanir og tiltøk leypandi. Økt eftiransni verður tá várið kemur, og flytifuglarnir koma aftur til landið, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan samlar sýnir til kanningar, og vil heita á fólk um at boða frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl. Serliga verður hugsað um rovfugl. Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um fýra ella fleiri eru at finna innan fyri eitt avmarkað øki. Sýnini vera eftir ætlan send til kanningar í januar 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

43 Leygardagur 25. desember 2021

Yvir 17.000 gestir - methøgt vitjanartal á Listasavni Føroya

Listasavn Føroya hevur í 2021 upplivað ein stóran vøkstur í vitjanartalinum við heili 35 prosentum í mun til í 2020, sum eisini var eitt sera væl vitjað ár. Í mun til 2019 so hava 90 prosent fleiri føroyingar vitjað í ár

- Vit eru ótruliga fegin um mongu vitjanirnar og gleða okkum til at lata upp aftur 1. februar við nógvum spennandi framsýningum og tiltøkum, sigur stjórin
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

17.065 gestir vitjaðu Listasavn Føroya í 2021, og hetta er met. Talan er heldur ikki um eitt fult kalendaraár, tí talan er um tíðarskeiðið frá 1. janunar til 1. november, tá savnið læt aftur vegna umvæling.

Í tíðindaskrivi boðar Listasavn Føroya frá, at økingin í vitjanartalinum serliga stendst av mongu føroysku gestunum, sum hava vitjað savnið í ár. Í bæði 2020 og 2021 hava væl færri útlendingar vitjað savnið samanborið við undanfarin ár - hetta hongur sjálvandi saman við koronustøðuni.

Um hugt verður eftir talinum av føroyskum gestum, samanborið við tað í 2019, so er talan um ein vøkstur á heili 90 prosent.

- Vit eru ótruliga fegin um mongu vitjanirnar og gleða okkum til at lata upp aftur 1. februar við nógvum spennandi framsýningum og tiltøkum. Vit stremba alla tíðina eftir at menna okkara tilboð og skapa góðar listaupplivingar fyri øll, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.

Listasavn Føroya eru undir umvæling í løtuni. Savnið letur upp aftur 1. februar 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

44 Leygardagur 25. desember 2021

Michael Learns to Rock á Voxbotn

Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn

Michael Learns to Rock á Tórsfest í 2014 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú koma teir aftur. Michael Learns to Rock, sum áður hava prógvað, at teir spæla sera væl saman við føroyskum áhoyrarafjøldum. Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn. 

Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur. Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina “The Best Performing Act of the Year” Grammy virðisløn í Singapore.  

Bólkurin hevði eitt ótal av hittum í 90'unum, og hevur givið út níggju plátur. "The Actor", "That's why you go away", "Someday" og "25 minutes" eru sangir, ið áður hava fingið føroyskar áhoyrarar at syngja við, og tað fara teir avgjørt at gera aftur.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Hugorm, Tungewaag, Safir, Rasmus Hagen og Brimheim eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

45 Leygardagur 25. desember 2021

Norðmaður á odda fyri útflutningi av føroyskum tónleiki

Glenn Larsen var fyrstu ferð í Føroyum í 2016 við norska Highasakite. Hann var her sum internationalur gestur hjá Faroese Music Awards (FMA) í 2019 og hevur seinastu árini haft stórt tilknýti til Føroyar og føroyskt tónleikalív

(Mynd: Eyðun Müller Thomsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggur leiðari á føroysku tónleikaútflutningastovuni, Faroe Music Export (FMX), er norðmaðurin Glenn Larsen. Hann tekur við sum leiðari eftir Fred Ruddick, ið nú fer nýggjar leiðir uttanlands.

Glenn Larsen kennir Føroyar og tónleikalivið sera væl.

Glenn Larsen var fyrstu ferð í Føroyum við norska Highasakite í 2016. Hann var her sum internationalur gestur hjá Faroese Music Awards (FMA) í 2019 og hevur seinastu árini haft stórt tilknýti til Føroyar og føroyskt tónleikalív. 

Glenn Larsen stovnaði Indianer Management A/S fyri skjótt 13 árum síðan. Hann hevur verið fyriskipari hjá altjóða og virðisløntum tónleikarum/bólkum sum Highasakite, Pom Poko, Amanda Tenfjord, Siv Jakobsen og fleiri afturat. Hann er royndur listafólkamennari og hevur skipað fyri tónleikaútflutningi til og í Skandinavia, Europa, USA, Asia og Australia, umframt nakað í Suðuramerika. Glenn situr eisini i Norsk Kulturråd fyri tónleik, og kennir væl til bæði politiskt og listarligt arbeiði. Hann hevur arbeitt tætt saman við aktørum sum Music Norway, NOMEX, bókingfeløg/agentar, plátufeløg, útgávufeløg, festivalar, tónleikaadvokatar, stuðulsskipanir og PR-vinnu. 

- Eg eri sera fegin um at at hava fingið hetta álitisstarv sum leiðari í FMX í Føroyum. Eg havi seinasta árið ikki bara lært tónleikin og tónleikaumhvørvið at kenna, men eisini knýtt bond við fleiri góð fólk her á landi. Tónleikaumhvørvið í Føroyum er ótrúliga ríkt, og eg gleði meg at arbeiða saman við tónleikarunum og felagsskapum her og út um landamark, sigur Glenn Larsen. 

Gissur Patursson, nevndarformaður í FMX, takkar fráfarandi leiðaranum á tónleikaútflutningsstovuni, Fred Ruddik, sum nú flytur til Fraklands saman við unnustu síni, Gretu Svabo Bech. 

- Fred hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði og kalendarin hjá FMX við átøkum uttanlands sær gott út, sigur Gissur Patursson, stýrisformaður.

- Virksemið hevur tíverri verið nógv darvað av korona, og tónleikaútflutningsstovan hevur í stóran mun verið avmarkað til talgild átøk. Vit eru tí sera fegin um góða samstarvið við KVF um sendingarnar “Úr luftini”. Hesar sendingarnar hava hjálpt FMX og føroyskum tónleiki meira, enn fólk kanska geva sær far um, og vit vóna, at tað fer at bera til at menna hetta samstarvið enn meira í framtíðini” leggur Gissur afturat.  

- Nú bróta vit eitt sindur upp úr nýggjum við nýggja leiðaranum Glenn Larsen. Vit fara at styrkja innlendis arbeiðið og menna fyritreytirnar fyri tónleikaútflutningi”, sigur Gissur. 

Í stýrinum fyri FMX eru Gissur Patursson, Unn Paturson, Mikael Blak og Gunn Hernes.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

46 Leygardagur 25. desember 2021

Fyrsta bind av Gøtu húsasøgu komið út

Tað er søgufrøðingin Erling Isholm, ið hevur arbeitt við tilfarinum, sum savnað var saman, og hann hevur nú skriva tað fyrsta bindið av fleiri, sum ætlanin er at geva út um allar bygdirnar í Gøtu

Bókin er 300 blaðsíður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

20. desember kom fyrsta bind av Gøtu húsasøgu út. Fyrsta bókin er um Gøtugjógv.

Bókin um Gøtugjógv er fyrsta av fleiri bindum, sum ætlanin er at geva út um allar bygdirnar í Gøtu.  Bókin er 300 blaðsíður.

Um Gøtu húsasøgu
Víðfevnda tilfarið, sum tey løgdu eftir seg var væl skipaða tilfarið og hópin av øðrum tilfari lá eftir hana, tá ið Arnleyg doyði 29. januar 1997, og Tummas doyði 26. november 1998.

Óluva Húsgarð skipaði fyri at savna alt tilfarið saman. Óluva doyði í 2006 og avgjørt var tá, at arvingarnir hjá Arnleyg og Tummas skuldu gera eina roynd at fullfíggja verkið, sum tey vóru farin undir.

Í 2007 varð lutafelagið Gøtu Húsasøga stovnað. Í royndini at fáa gongd á arbeiðið spurdi felagið søgufrøðingin Erling Isholm, um hann vildi átaka sær at arbeiða víðari við tilfarinum og skriva tað saman til bók. 

Víðfevnt arbeiði
At arbeiða við øllum gøtubygdunum í senn er víðfevnt arbeiði. Tí varð avgjørt at gera partin um Gøtugjógv lidnan fyrst, so man á tann hátt við minstu bygdini kundu gera sær nakrar royndir í, hvat kravdist fyri at koma heilt á mál við verkætlanini.

Við hesi bókini er leisturin somuleiðis lagdur fyri, hvussu arbeiðið við komandi útgávum skal skipast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

47 Leygardagur 25. desember 2021

Nýggja missiónshúsið í Rituvík tikið í nýtslu

Skipað var fyri hátíðarhaldi sunnudagin, tá niðara hæddin varð tikin í nýtslu

(Mynd: Missiónshúsið í Rituvík)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið varð niðara hæddin í nýggja missiónshúsinum í Rituvík tikin í nýtslu. Skipað varð fyri hátíðarhaldi sunnudagin, har húsið var opið, og nógv fólk komu á gátt, skrivar Trúboðin.

Tiltakið varð fyriskipað á tann hátt, at andakt var bæði klokkan 17 og 18, fyri at sleppa undan, at ov nógv fólk savnaðust í senn. Ætlanin var annars at skipa fyri einum størri tiltaki, men orsakað av koronu, bar hetta ikki til.

Tá ovara hæddin í Missiónshúsinum er liðug, verður húsið vígt, men enn er ikki greitt, nær tað verður. Væntandi verður tað í 2022, skrivar Trúboðin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

48 Leygardagur 25. desember 2021

SEV og Hitachi Energy samstarva um battarískipan í Porkeri

Battarískipanin verður partur av vindorkuverkætlanini í Suðuroy, og er eitt týðandi fet á grønu kósini, sigur elfelagið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

SEV hevur gjørt avtalu við heimsumfevnandi fyritøkuna Hitachi Energy um veiting av battarískipan, sum skal knýtast upp í vindorkuverkætlanina í Porkeri. Partur av verkætlanini er eisini synkronkompensator frá ABB.

Battarískipanin í Porkeri er sermerkt við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv.

Hetta merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar, og at elframleiðslan í Suðuroy til tíðir kann vera 100 prosent burðardygg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

49 Leygardagur 25. desember 2021

Nýggjur oljurisi á norska landgrunninum

Oljufelagið Aker BP hevur gjørt avtalu um at keypa oljufelagið Lundin Energy, og verður harvið størsta oljufelagið á norska landgrunninum aftan á  Equinor

Lundin eigur ein stóran part av risastóru oljukelduni Johan Sverdrup
SkrivaÐ:

Jan Müller

Við keypinum av øllum framleiðslupartinum av felagnum ætlar nýggi norski oljurisin at seta enn meira  ferð á oljuleiting og útbyggingar í Noregi. Hetta fer at fáa stóran týdning fyri norska oljuvirksemið sum heild.

Avtalan, sum er gjørd millum Aker BP og Lundin og sum skal góðkennast av partaeigarunum, er verd 125 milliardir norskar krónur. Tað eru annars ikki so nógv ár síðani, at Aker og BP løgdu saman sítt virksemi á norska landgrunninum. Nú verður so farið eitt týðandi stig víðari við uppkeypinum av Lundin, sum m.a. eigur stóran part av einum av tí størsta oljufeltinum í Norra, Johan Sverdrup umframt fleiri aðrar týðandi ognir í Norðsjónum og í Barentshavinum. 

Eftir yvirtøkuna fer Aker BP at hava eitt marknaðarvirði uppá 183 milliardir norskar krónur, og fer at hava eina dagliga oljuframleiðslu uppá 400.000 tunnur.  Ein av høvuðseigarunum í Aker BP er kendi norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke. 

Við keypinum fylgir eisini ein avtala um, at verandi leiðsla í Lundin, sum m.a. telur føroyska fíggjarstjóran Teit Poulsen, at fáa útgoldið  partabrævabonussir og endapakkar, umframt eisini at fáa góðar 200 miliiónir norskar krónur fyri at tryggja, at tilgongdin frá Lundin til Aker BP fer skilagott og væl fram ella sum tað eitur, fyri at fremja eina “ryddlig overgang”.  Enn er ógreitt, hvussu tann 6-7 mans stóra leiðslan í Lundin fer at býta henda peningin millum sín. Leiðslan hevur so bundið seg til at arbeiða fyri nýggja felagið í tríggjar mánaðir aftrat.






Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

50 Leygardagur 25. desember 2021

Nýggj risastór vindmylla letur orku á elnetið

Fyritøkan Siemens Gamesa, sum er ein av heimsins størstu framleiðarum av havvindmyllum,  hevur í eina tíð royndarkoyrt eitt nýtt slag av vindmyllum og koyrir nú orku út á netið. 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um eina 14MW vindmyllu av slagnum SG 14-222 DD. Fyrsta royndarvindmyllan er sett upp í Østerild í Jútlandi. 

Eigararnir av vindmylluni siga seg vera væl nøgdar við fyrstu royndarkoyringina av vindmylluni. 

Hon er mett at kunna veita elorku til 18.000 húsarhald um árið. 30 vindmyllur av hesum slag kunna veita elorkuna til ein bý sum Bilbao í Spania verður sagt. 

Siemens Gamesa sigur, at vinnulig framleiðsla av nýggju vindmylluni kemur í gongd í 2024. Longu nú er eftirspurningur eftir vindmylluni í Bretlandi, Taiwan og USA. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

51 Leygardagur 25. desember 2021

Senatið góðkent “Føroyavinin” Rufus sum høgru hond hjá Biden

Seinasta fríggjadag góðkendi amerikanska senatið loksins Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanska sendiharran í Danmark og Føroyum sum siðameistara hjá Joe Biden forseta

Táverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, her undir tinghúsinum saman við tingkvinnum úr fleiri flokkum, tá hann setti Pride-dagin i 2016. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hvítu Húsini upplýstu fríggjadagin 17. desember, at tað verður fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, sum tekur við einum av teimum mest týðandi størvunum í amerikansku stjórnarumsitingini, chief of protocol. 

Protokolstjórin, ella siðameistarin, hjá forsetanum er eitt slag av ovasta fyri øllum amerikansku sendistovunum. Protokollstjórin er eisini millum næstu ráðgevar forsetans í uttanríkismálum, og hann hevur eisini heiti sum varauttanríkisráðharri.

[object Object]

Vanliga er protokollstjórin við á øllum uttanríkisferðum forsetans og hevur samskiftið við útlendsku stjórnirnar í sambandi við hesar vitjanir. Eisini er tað hann, sum tekur ímóti, tá týðandi gestir koma á almenna vitjan í USA. 

[object Object]

Rufus Gifford var amerikanskur sendiharri í Danmark undir Obama forseta. Hann vitjaði tí eisini í Føroyum fleiri ferðir, og var serliga væl móttikin í Føroyum, tá hann um ólavsøkumundið 2016, sum ein av fremstu LGBT stríðsmonnunum, var her fyri at halda setanarrøðuna á Faroe Pride.

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Rufus Gifford telist millum ein av fremstu Føroyavinunum innan amerikanska diplomatiið. Undir síni vitjan í Føroyum gjørdi hann m.a. greitt, at hann fór at fremja samstarv millum USA og Føroyar. Og nú hevur hann ongan annan enn sjálvan amerikanska forsetan við sína lið. 

Sum sendiharri fyri alt danska kongaríkið vitjaði Rufus Gifford eisini javnan í Føroyum og knýtti bond her. Hann gjørdist skjótt hugtikin av Føroyum og føroyingum undir sínum vitjanum, og sambært Poul Michelsen, fyrrverandi uttanríkisráðharra, sum Portalurin hevði samrøðu við, eftir at Biden vann valið, sá Rufus Gifford m.a. nakað stórt í stríðnum í Føroyum fyri at geva samkyndum somu rættindi sum allir aðrir borgarar. 

Poul Michelsen, sum var landsstýrismaður við uttanríkismálum, um tað mundið tá Rufus Gifford var sendiharri í Danmark, hevði sera góð viðurskifti við sendiharran og vóru teir m.a. saman á útferð við sluppini Norðlýsinum kring oyggjarnar saman við vinnulívsfólki.

Rufus Gifford, sum í næstum  tekur við hesum týðandi starvinum í Hvítu Húsunum, er kendur fyri at hava stuðlað bæði Barack Obama og seinni eisini  Joe Biden í teirra valstríðum. Hann megnaði at útvega stórar upphæddir til valstríðini hjá teimum báðum demokratisku forsetavalevnunum, ið eisini bæði gjørdist forsetar.

Millum manna er Rufus sera væl umtóktur, og hetta kom ikki minst til sjóndar, tá hann megnaði at rúnarbinda danir við sínum mennisjansliga heita smíli og látri og skilagóðu útsagnum.

[object Object]Rufus Gifford, tá hann var á vitjan í Føroyum, her saman við Poul Michelsen, táverandi uttanríkisráðharra (Mynd Jan Müller)

Les eisinini: Føroyavinur høgra hond hjá Biden forseta


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

52 Leygardagur 25. desember 2021

Inger Støjberg tveitt úr Fólkatinginum

Stórur meiriluti var millum tey 116, ið atkvøddu - 98 atkvøddu fyri at hon ikki skal vera partur av Fólkatinginum longur, tí hon er ikki tað verdig, orsakað av dóminum í Ríkisrættinum. Tað er fyrstu ferð síðani 1990, at nakar er atkvøddur úr Fólkatinginum

- Eg vil heldur verða atkvødd út av mínum starvsfeløgum í Fólkatinginum, tí eg havi roynt at vart nakrar gentur, enn eg vil verða vald frá av danska fólkinum, tí eg havi vent tað blinda eyga til. Eg taki revsingina til eftirtaktar, men ikki við boygdum nakka - mítt lív fer víðari. Soleiðis segði Støjberg eftir dómin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku varð Inger Støjberg dømd til 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í Ríkisrættinum. Orsøkin var, at hon fyri fimm árum síðani, tá hon var úlendinga- og integratiónsmálráðharri, gav boð um at skilja at nøkur hjún í donskum flóttalegum (miðstøðum har fólk, ið søkja friðskjól, eru), har tann eini parturin - í øllum førum kvinnurnar - var ómyndigur.

Barnabrúðrar eru tær nevndar, men boðini hjá Støjberg um at skilja tey at, vóru á ymsan hátt ólólig. Hetta var staðfest í Ríkisrættinum. Politikkarin hevur allatíðina hildið fast um, at hon er ósek, og at tað hon gjørdi skuldi gerast, tá tað var greitt, at fleri gentur (ómyndugar) vóru giftar í Danmark.

- Eg vil heldur verða atkvødd út av mínum starvsfeløgum í Fólkatinginum, tí eg havi roynt at vart nakrar gentur, enn eg vil verða vald frá av danska fólkinum, tí eg havi vent tað blinda eyga til. Eg taki revsingina til eftirtaktar, men ikki við boygdum nakka - mítt lív fer víðari.

[object Object]
Støjberg veittrar farvæl, eftir at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er greitt. Hon tykist tó ikki at ætla at gevast í politikki  

Soleiðis segði 48-ára gamla Inger Støjberg eftir, at hon týsdagin varð atkvødd úr Fólkatinginum við stórum meiriluta: 98 av teimum 116, ið atkvøddu, mettu, at  hon ikki er verdig at vera í Fólkatinginum, orsakað av dóminum í Ríkisrættinum í síðstu viku. 

Støjberg viðurkennur, at mistøk eru gjørd, men heldur fast um, at einki ólóligt er gjørt eftir hennara boðum, og nógv bendir á, at hon kann verða politiskt virkin aftur, tá hon hevur sitið inni í tveir mánaðir: 

- Tá eg havi sitið mín dóm, so kann eg koma aftur - tað kundi verið her til Christiansborg. Tit skulu ikki rokna við, at tað síðsta eg sagt frá mínari síðu. 

Óvist er, nær dómurin skal sitast. Tað hevur verið gitt, at Inger Støjberg fer í danska fólkaflokkin ella "Nye Borgerlige", ið sum heild hava stuðla henni í málinum. Sambært Fólkatingsformanninum er tað helst eingin trupulleiki hjá Støjberg at koma inn í Fólkatingið aftur, um hon verður vald til næsta val.

Tað er fyrstu ferð í 31 ár, at nakar er atkvøddur úr Fólkatinginum. Inger Støjberg varð fyrstu ferð vald í 2001.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

53 Leygardagur 25. desember 2021

Pfizer: Kann gerast ein staðbundin sjúka í 2024

Koronasmittan kann longu um nøkur ár fara frá at vera ein farsótt til at vera verandi í samfelagnum og elva til staðbundin útbrot, eins og vanligt beinkrím – ein sonevnd endemi

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Longu í 2024 kann korona gerast ein staðbundin sjúka, ein sonevnd endemi.

Tað segði amerikanska heilivágsfyritøkan Pfizer fríggjadagin, sambært miðlinum CNBC.

Hetta merkir, at smittan fer frá at vera ein farsótt til at vera verandi í samfelagnum og elva til staðbundin útbrot, eins og vanligt beinkrím.

Korona gerst ein endemi, tá fólkið hevur ment nóg gott mótstøðuføri frá koppsetingum ella smittu til at halda talið á smittutilburðum, innleggingum og andlátum á einum støði, sum er til at handfara, hóast virusið framvegis verður í umferð.

Nær hetta verður veldst um, hvussu sjúkan mennist, og hvussu skjótt vit menna koppsetingar og viðgerðir og býta hetta út, har koppsetingartalið er lágt. Menningin av nýggjum frábrigdum kann hava ávirkan á, hvussu støðan verður, siga tey í Pfizer.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

54 Leygardagur 25. desember 2021

– Okkara sjúkrahús fara at vera undir stórum trýsti um eina ella tvær vikur

Amerikanski smittuserfrøðingurin, Anthony Fauci ávarar um, at vit kunnu fáa ein harðan vetur við nógvum avmarkingum og trýsti á heilsuverkið orsakað av omikron-frábrigdinum

Okkara sjúkrahús fara at vera undir stórum trýsti um eina ella tvær vikur, um núverandi gongdin heldur fram, sigur Fauci, ivasti smittuserfrøðingurin hjá amerikonsku stjórnini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ovasti smittuserfrøðingurin hjá amerikonsku stjórnini, Anthony Fauci heldur, at omikron-frábrigdið fer at geva okkum ein harðan vetur um allan heimin – við nógvum avmarkingum og nógvum trýsti á heilsuverkið.

Eisini ávarar hann um, at smittan fer at spjaða seg enn meira orsakað av øllum ferðafólkunum, sum ferðast í sambandi við høgtíðina.

Tað er greitt, at omikron spjaðir seg óvanliga skjótt, sigur hann. Og hóast vit higartil hava sæð ábendingar um, at nýggja frábrigdið gevur mildari sjúkueyðkenni enn eitt nú delta-frábrigdið, verður talan kortini um nógvar smittutilburðir, og lága talið á innleggingum kann eisini vera orsakað av, at fólk hava ment mótstøðuføri í øðrum smittubylgjum, heldur hann.

– Okkara sjúkrahús fara at vera undir stórum trýsti um eina ella tvær vikur, um núverandi gongdin heldur fram, sigur Fauci sambært Ritzau.

1. desember skrásetti USA 86.000 nýggjar smittutilburðir, og tvær vikur seinni – 14. desember – var talið 117.000, og tað er ein vøkstur á 36 prosent.

Sunnudagin boðaðu tveir amerikanskir senatorar – Elisabeth Warren og Cory Booker – frá, at teir høvdu fingið staðfest smittuna, hóast tey vóru koppsett tríggjar ferðir. Á Twitter varð tó eisini boðað frá, at sjúkueyðkennini vóru mild.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

55 Leygardagur 25. desember 2021

Yvir 100 deyðir lundar skolaðir upp á land

Uppá tríggjar vikur eru teir skolaðir upp á strondum eystan fyri Skotland, á Orknoyggjunum og í Hetlandi – enn er ikki greitt, hvør orsøkin er, men málið verður kannað

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Upp á tríggjar vikur eru fleiri enn 100 deyðir lundar skolaðir upp á strondunum eystan fyri Skotland, á Oyrkoyggjunum og í Hetlandi.

Francis Daunt, havfuglafrøðingur heldur hetta vera eitt av sjónligastu lunda-andlátunum í nærum 50 ár.

Upplýst verður, at lundarnir vóru rak, og eru tí ábendingar um, at tað er okkurt við føðini á sjónum, sum er orsøkin. Hildið verður eisini, at hetta fer at hava neiliga ávirkan á stovnin í komandi árinum.

Í øllum førum er talan ikki um fuglakrím, tí tað eru lundarnir nevniliga eisini kannaðir fyri.

Ein frágreiðing kann vera, at góðskan á føðini hjá lundanum er versnað orsakað av veðrinum í september, sum var heitari enn vanligt.

Málið verður kannað, og væntast einki svar fyrr enn tíðliga næsta ár, skrivar Sky News.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

56 Leygardagur 25. desember 2021

Sleppa bert at hava fýra gestir á jólum

Fyri at avmarka talið á nýggjum smittutilburðum og fyri at vinna sær tíð at fáa fleiri fólk koppsett, lat Holland aftur sunnudagin

Tað slapst ikki undan at lata landið aftur, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri í Hollandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna sunnudag vórðu nýggj, strang tiltøk sett í gildi í Hollandi.

Barrir, matstovur, søvn, biografar og sjónleikarhús eru stongd, og handlar, sum ikki vera mettir at selja neyðuga vøru, skuldu eisini lata aftur. Umframt hetta skulu skúlar vera stongdir fram til 9. januar.

Umframt hetta eru eisini avmarkingar settar fyri, hvussu nógv fólk mann sleppur at fáa á vitjan. Fólk sleppa at fáa tveir gestir, men á jólum er loyvt at hava fýra fólk á gátt.

Orsøkin til hesi tiltøkini er, at myndugleikarnir ynskja at avmarka talið á nýggjum smittutilburðum orsakað av omikron-frábrigdinum, segði Mark Rutte, forsætisráðharri á tíðindafundi.

– Hetta var ikki til at sleppa undan, segði forsætisráðharrin, sum segði seg harmast um støðuna.

Hollendsku myndugleikarnir ynskja eisini at fáa tíð til at geva so nógvum sum gjørligt triðja prikið. 

Tiltøkini, sum nú eru sett í verk, eru galdandi til 14. januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

57 Leygardagur 25. desember 2021

Frakland fer at leggja meira trýst á ókoppsett fólk

Skjótt skalt tú vera liðugt koppsettur fyri at sleppa inn á eitt nú matstovur í Fraklandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frá januar verður tíðin millum aðru og triðju koronukoppseting í Fraklandi stytt úr fimm niður í fýra mánaðir orsakað av omikron-frábrigdinum, boðar forsætisráðharrin, Jean Castex frá.

Komandi ár verða eisini fleiri onnur tiltøk sett í verk, sum skulu eggja fólk til at lata seg koppseta.

Millum annað verður tað bert liðugt koppsett fólk, sum fáa atgongd til eitt nú matstovur, og koppseting verður eisini krav fyri at ferðast við almennu samferðsluni á longri strekkjum.

Í løtuni gevur ein negativ koronukanning eisini atgongd til hesi tingini, men so verður also ikki framyvir.

– Vit kunnu ikki loyva, at nakrir fáir fraklendingar, sum nokta at lata seg koppseta, skulu ávirka tilveruna í øllum landinum, sigur Jean Castex.

Frá leygardegnum var tað eisini bannað at ferðast til Fraklands úr Stórabretlandi. Franskir ríkisborgarar, fólk við einum fronskum maka, ella fólk við permanentum uppihaldsloyvi í Fraklandi eru undantikin. Grundgevingin var, at omikron-frábrigdið spjaðir seg skjótt í Stórabretlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

58 Leygardagur 25. desember 2021

USA: Fimm ára fongsul fyri at leypa á Kongressina

Fríggjadagin fekk ein 54 ára gamal maður higartil harðastu revsingina, sum er givin nøkrum, sum luttók í álopinum 6. januar

Mynd frá álopinum 6. januar 2021 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðsta fríggjadag var eitt stuðulsfólk hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, dømt fimm ára fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í álopinum á Kongressina 6. januar.

Talan er um ein 54 ára gamlan mann úr Florida, sum er funnin sekur í at hava lopið á løgreglufólk, tá hann royndi at troka seg inn í kongressbygningin í Washington D.C.

Maðurin varð handtikin 17. mars, og í oktober játtaði hann seg sekan í ákærunum.

Á filmsupptøkum og myndum sæst m.a., at dømdi maðurin blakar brettir, ein eldsløkkjara og aðrar lutir eftir løgreglufólki, sum standa á varðhaldi uttanfyri Kongressina.

Álopið hendi sama dag sum táverandi varaforsetin, Mike Pence og limir úr Kongressini savnaðust fyri formliga at góðkenna sigurin hjá Joe Biden á forsetavalinum í november í fjør.

Hjá hundraðtals fólkum eydnaðist tað at sleppa inn í bygningin, men dømdi maðurin var tó ikki ein teirra. Hann varð afturhildin við piparspray, og síðani helt hann á at kasta lutir eftir løgregluni, inntil hann varð raktur av einari gummikúlu.

Sambært Ritzau avvísti dómarin umbønina hjá manninum um at fáa ein linan dóm.

Maðurin hevði í skrivi biðið um umbering fyri luttøku sína í álopinum, og vildi hann vera við, at hann og onnur vórðu "lumpað" av Trump til at leypa á Kongressina.

Ákærin vísti tó á, at hann, hóast hann hevði játtað seg sekan í heyst, helt á at forsvara sínar gerðir. Niðurstøðan hjá rættinum var, at maðurin, saman við øðrum, tilvitað ætlaði at leggja seg uppí valtilgongdina, og fekk hann sostatt 63 mánaðir.

Hetta er higartil harðasta revsingin, sum nakar hevur fingið fyri at hava luttikið í álopinum 6. januar, sum kravdi fimm mannalív.  Áðrenn hesin dómurin fall, var higartil harðasta revsingin, sum varð givin í hesum sambandi, 41 mánaðir.

Í kjalarvørrinum á álopinum eru fleiri enn 700 fólk skuldsett. Meginparturin av teimum skuldsettu eru skuldsett fyri smærri lógarbrot sum at troka seg inn í kongressbygningin á ólógligan hátt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

59 Leygardagur 25. desember 2021

Hallur Hansson skal spæla í Íslandi næstu tvey árini

29-ára gamli liðskiparin á landsliðnum hevur seinastu sjey árini spælt í donskum fótbólti. Nú hevur hann gjørt tvey-ára sáttmála við KR, íslendska høvuðsstaðarfelagið, sum er tað elsta og mest vinnandi í landinum, og sum í ár endaði á triðja plássi

Hallur Hansson hevur seinastu tveir mánaðirnar umboða Vejle - her í venjingardysti móti Íslandi í juni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir nakrar mánaðir uttan nakað felag skrivaði Hallur Hansson í oktober undir stutt-tíðar sáttmála við Vejle Boldklub. Felagið lá tá, og liggur enn, á aftasta plássið í Superliguni, men Hallur gjørdi mun, og við honum á liðnum vann Vejle tveir út av seks Superligu-dystum, spældi ein javnan - móti oddaliðnum FC Midtjylland har føroyingurin legði upp til 1-1 málið - og kom í hálvfinaluna í steypakappingina.

Samstarvið varð tó ikki longt, sambært in.fo partvíst tí hann ikki hóskar til konseptið hjá eigarunum, og ístaðin fer Hallur Hansson skjótt at spæla í Íslandi.

Hetta gjørdist greitt mikudagin tá KR á heimasíðuni kunngjørdi, at tvey ára sáttmáli er gjørdur við føroyska liðskiparan á landsliðnum: 

- Hallur er ein ágangandi og hart arbeiðandi, ið tað mesta av sínari yrkisleið hevur spælt í donskum fótbólti, men hevur eisini spælt í skotskum og føroyskum fótbólti. Samanlagt hevur Hallur spælt 283 dystir fyri síni feløg og hevur í teimum skorað samanlagt 42 mál. Hann hevur eisini spælt 67 dystir fyri føroyska A-landsliðið.

KR er elsta fótbóltsfelag í Íslandi og hevur vunnið heili 27 íslendsk meistaraheiti - seinast í 2019 - og 14 steypakappingar. Talan er um mest vinnandi felagið í Íslandi, og skal eftir triðja plássið hetta kappingarárið spæla í UEFA Conference League í 2022. Har skal 29-ára gamli Hallur Hansson royna at gera mun.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

60 Leygardagur 25. desember 2021

Árni Frederiksberg eigur ársins mál

Við 60 prosent av atkvøðunum er frísparksmálið hjá Árna Frederiksberg til 2-2 ímóti HB kosið ársins mál

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB helt seg hava sigurin í pottinum við støðuni 2-1, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fekk KÍ fríspark, og Árni Frederiksberg varð settur at skjóta.

Runavíkingurin á KÍ-liðnum gjørdi ikki mætari enn at seta bóltin í netið. Ein so vøkur og avgerandi frísparksperla at hyggjararnir hjá Televarpinum hava kosið tað at vera ársins mál.

Heili 60 prosent av hyggjarunum atkvøddu fyri júst hesum málinum

2-2 javnleikur gjørdi, at so at siga allur spenningurin um FM-heitið reyk.

Málið kann síggjast her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

61 Leygardagur 25. desember 2021

Royndur leikari EB/Streym

Bogi Reinert-Petersen fer næsta ár at spæla við sundalagsmonnum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

28 ára gamli fuglfirðingurin Bogi Reinert Petersen hevur skrivað undir við sundalagsmenn. Hann leikti í fjør við ÍF, sum flutti niður, men hevur annars seinastu árini eisini umboðað HB og Víking.

EB/Streymur kann fegnast um at hava fingið ein royndan spælara til felagið. Sambært Faroesoccer hevur Bogi Reinert Petersen leikt 147 dystir í Betri deildini, 11 í kappingini um løgmanssteypið og fýra í Europa League. Umframt hetta hevur Bogi umboðað øll landsliðini hjá Føroyum.

[object Object]Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur og Bogi Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)

- Ársins jólagáva kom í hús, og vit í felagnum vóna, at hendan gávan verur til stóra gleði fyri okkara viðhaldsfólk komandi árið, sigur EB/Streymur.

Hetta er ikki einasti ÍF-arin sum hevur leitað sær í Sundalagið at sparka bólt. Herfyri kunngjørdi EB/Streymur, at Ólavur Niclasen, sum er uppvaksin í KÍ, men sum í fjør spældi við fuglfirðingum, hevur skrivað undir sáttmála við felagið.

Av øðrum leikarum sum EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við er KÍ-málverjin Kristian Joensen og TB-liðskiparin Dánjal Godtfred.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

62 Leygardagur 25. desember 2021

Ólavur Niclassen er nú EB/Streymari

23-ára gamli vinstrabeinti verjuleikarin úr Klaksvík spældi við ÍF í júst farna kappingarárið - hann hevur næstan 100 dystir á hægsta stigi í Føroyum, og var í fimm ár partur av besta liðnum hjá barndómsfelagnum

Ólavur hevur higartil umboðað KÍ og ÍF. Nú skal hann hava Margáir sum heimavøll (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur kunngjørdi farna vikuskiftið sín triðja nýggja leikara til 2022. Fyrr í mánaðinum hava málverjin Kristian Joensen og verujukendi miðvallarin Dánjal Godtfred, ið koma úr ávíkavist KÍ og TB, skrivað undir við felagið, ið endaði nummar sjey í 2021, og nú er greitt, at ein lámur verjuleikari kemur inn í hópin.

Talan er um 23-ára gamla Ólav Niclassen, sum í ár spældi 25 dystir fyri ÍF. Hann er annars klaksvíkingur/viðoyingur, og var partur av besta liðnum hjá KÍ frá 2016 til og við 2020. Í 2019 gjørdist hann føroyameistari við felagnum, har hann millum annað spældi 90 minuttir og legði upp til eitt mál í FM-finaluni í Gundadali móti B36. 

Ólavur spældi seks evropeiskar dystir fyri KÍ, og hevur eisini royndir frá U17, U19 og U21-landsliðnum. Sambært Faroesoccer hevur hann spælt beint undir 100 dystir á hægsta støði í Føroyum - 96 dystir. Hann hevur framvegis sítt fyrsta mál til góðar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. desember 2021

63 Leygardagur 25. desember 2021

Silas Eyðsteinsson heldur fram í 07 Vestur

23 ára gamli málverjin heldur fram í barndómsfelagnum

(Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein av lyklaleikarunum hjá 07 Vestur, málverjin Silas Eyðsteinsson, hevur longt við barndómsfelagið. Ungi málverjin hevði eitt framúr kappingarár, tá 07 Vestur spældu seg uppá á 6. plássið í Betri Deildini í ár. 

Bert 23-ára gamli málverjin hevur stóra leiklut í flotta avrikinum hjá 07 Vestur í ár, og hevur verið ímillum bestu málverjarnar í kappingini, bæði við flottum og avgerandi bjarginum í opnum spælið, men eisini í deyðbóltstøðum og fleiri bjargaðum brotspørkum.

Sandavágsmaðurin, sum spældi allar dystirnar í ár, er uppvaksin í 07 Vestur og hevur leikt út við 100 dystir fyri besta liðið. Tó var hann eitt ár á Argjum og spældi við AB í 2020, eftir at vit í 2019 fluttu niður.

Silas Eyðsteinsson hevur eisini fleiri ungdómslandsdystir við U17 og U21.

[object Object]Silas Eyðsteinsson hevur eisini vart AB-málið seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2021

64 Leygardagur 25. desember 2021

Janus heldur fram í 07 Vestur

23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd, og nú er greitt, at hann heldur fram í Vágum

(Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. Hesum boðaði felagið frá farna vikuskiftið.

23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.

Tá 07 Vestur í 2018 fluttu niður í 1. deild, flutti Janus inn á Skála og síðani til AB, har hann leikti hesi bæði árini 2019 og 2020. Hetta seinna árið í AB gekst ikki væl í hond, og Janus var nærum ikki at síggja á vøllinum eftir summarsteðg, og so til í summar, tá hann kom vestur aftur, skrivar 07 Vestur.

Janus er uppvaksin í MB og í 07 Vestur, men hann hevur eisini eitt ár hjá Brøndby, har hann var til at vinna DM. Afturkomin úr Danmark á sumri í 2016, fekk Janus sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá 07 Vestur nærum beinanvegin sum 17-ára gamal. Hann spældi tá sjey dystir og skoraði trý mál.

Janus Svabo Samuelsen hevur tilsamans spælt 98 dystir í Betri Deildini, nakrar í 1. deild, umframt 23 ungdómslandsdystir í aldursbólkunum U17, U19 og U21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

65 Leygardagur 25. desember 2021

Gilli til B68

23-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt 50 dystir á hægsta stigi í Føroyum - umframt tríggjar evropeiskar dystir - og hevur skorað tíggju mál. Skjóti vongurin hevur skrivað undir tvey ára sáttmála á Svangaskarði

Gilli Samuelsen er triði nýggi leikarin, ið B36 fær inn - her saman við Øssuri Hansen, høvuðsvenjara (Mynd: B68)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru tvey og eitt hálvt ár síðani seinast, men nú er ikki leingi til Gilli Samuelsen aftur skal spæla í Betrideildini. 

Hetta er greitt, eftir at B68 í vikuni kunngjørdi, at tvey-ára sáttmáli er gjørdur við havnarmannin, sum er uppvaksin í B36, men sum í fyrru hálvu av 2018 og í 2020 spældi við 07 Vestur. Skjóti vongleikarin hevur røtur vestureftir, og skoraði samanlagt ellivu mál í 07 Vestur-búnanum.

Gilli hevur annars spælt við barndómsfelagnum - í fjør í 1. deild - og hann hevur verið eitt sindur í Danmark seinastu árini. 23-ára gamli maðurin hevur spælt 43 dystir í Betrideildini og sjey í kappingini um Løgmanssteypið - umframt tríggjar evropeiskar dystir - har hann samanlagt hevur skorað tíggju mál. 

Nú skal hann royna seg í reyðum og svørtum. Tað skal Gilli millum annað saman við gamlu liðfeløgunum Lukasz Cieslewicz og Róa Mørk Hentze, ið komu til felagið ávíkavist undan og miðskeiðis í síðsta kappingarárið, og eiisni tveimum nýggjum leikarum, ið B68 hevur kunngjørt fyrr í mánaðinum: 25-ára gamla danska áleyparanum Mattias Lau Nielsen, ið kemur úr Holstebro, og 36-ára gamla spanska verjuleikaranum Pedro Tarancon Anton, ið spældi við Skála í 2021, og sum ikki er heilt ókendur á Toftum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021

66 Leygardagur 25. desember 2021

Albert Ellefsen tekur yvir hjá vágakvinnum

Albert Ellefsen og Høgni Egilstoft Nielsen skulu taka sær av 07 Vestur kvinnum næsta ár

Albert Ellefsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður við Albert Ellefsen, sum fer at standa við róðrið á besta liðnum hjá 07 Vestur í Betri deildini. Hesum boðaði felagið frá í vikuni.

Afturat sær hevur hann Høgna Egilstoft Nielsen, sum hevur verið ein partur av venjara toyminum í tvey ár, og tískil kennir leikararnar sera væl.

07 Vestur spældi í bestu deildini á fyrsta sinni í ár, og endaði á næstaftasta plássi við tólv stigum.

Albert Ellefsen hevur drúgvar royndir sum venjari í Betri deildini og 1. deild hjá monnum og sum ungdómsvenjari. Hóast vit kenna hann best frá harra fótbólti, so hevur Albert áður vant lokal gentulið hjá 07 Vestur og MB, og hann hevur eisini verið hondbóltsvenjari hjá Sóljuni.

Frankie Jensen var høvuðsvenjari há 07 Vestur í fjør.

[object Object]Ein av eyðsýndu 07 Vestur-leikarunu í fjør. Evelin Mastropasaua skoraði sjey mál fyri uppflytararnar (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

67 Leygardagur 25. desember 2021

Noreg vendi øllum og vann heimsmeistaraheitið

Eftir at vera aftanfyri við seks málum eitt skifti í fyrra hálvleiki, tryggjaðu norsku kvinnurnar sær HM-gullið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað sá einki út hjá norsku kvinnunum í HM-finaluni í hondbólti millum Noreg og Frakland, sum varð leikt í Granollers í Spania síðsta sunnukvøld. Tí meðan Noreg ikki fekk sítt spæl at koyra, lupu fronsku kvinnurnar avstað.

Eina løtu áðrenn steðgin var Frakland á odda við seks málum, men beint undan steðginum vísti Nora Mørk sínar dygdir, og minkaði um munun til støðuna 16-12, sum var støðan í hálvleikum.

Nakað undan steðginum var eisini ruðulleiki við dómaraborðið, tá ivi stakk seg upp um hvør av leikarunum varð útvístur.

Seinni hálvleikur var sum ein heilt annar dystur, og við Silje Solberg í norska málinum, sum tók nærum alt sum takast kundi, gjørdist norska leiðslan altsamt størri.

Síðstu minuttirnar var als eingin spenningur, og tað var bara ein spurningur, um hvussu stórt Noreg fór at vinna. Noreg vann seinna hálvleik heili 17-6, og úrslitið gjørdist 29-22. 

Norsku kvinnurnar tryggjaðu sær sostatt fyrsta HM-gullið síðani 2015.

Undan finaluni leiktu Danmark og Spania dyst um bronsuna. Donsku kvinnurnar vunnu dystin 35-28, og vunnu sítt fyrsta heiðursmerki síðani 2013.

HM-vinnarar seinastu árini

2021: Noreg
2019: Holland
2017: Frakland
2015: Noreg
2013: Brasil
2011: Noreg
2009: Russland
2007: Russland
2005: Russland
2003: Frakland


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. desember 2021

68 Leygardagur 25. desember 2021

Agnar Joensen og Johan Hofgaard skulu taka sær av yngsta gentulandsliðnum

Genturnar hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið, sum skal kappast í European Open í Gøtebørg um mánaðarskifti juni/juli 2022

Agnar Joensen stendur á odda fyri besta mansliðnum í Vestmanna nú - Johan Hofgaard hevur verið ungdómsvenjari í H71 og hjálparvenjari og málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum áður (Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Genturnar, ið eru føddar í 2006-07 hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið.

Nú er greitt, at Agnar Joensen og Johan Hofgaard skulu venja hesar árgangir -  yngsta landsliðið á kvinnusíðuni. Hesum boðar Hondbóltssambandið frá:

- Agnar Joensen hevur verið venjari í VÍF í fleiri ár, fyrst sum hjálparvenjari eftir at hann sjálvur gavst at spæla, og nú stendur hann á odda fyri mansliðnum. Johan Hofgaard hevur verið ungdómsvenjari í H71 og hjálparvenjari og málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum áður.

Liðið skal kappast European Open í Gøtebørg um mánaðarskifti juni/juli í 2022

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

69 Leygardagur 25. desember 2021

Kári Horn tekur yvir hjá Stjørnuni

Samstarvið millum Christoffur Gert Nielsen og Stjørnuna er komið at enda, og nýggjur venjari er settur til liðið, sum í løtuni liggur á 3. plássi í SMS-deildini - fyribils til endan av kappingarárinum

Kári Horn - her sum Neista-venjari í dysti móti Stjørnuni síðsta kappingarár. Eftir jól byrjar hann av álvara sum venjari hjá teimum reyðkløddu í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eitt heldur óvæntað venjaraskifti í føroyskum hondbólti varð kunngjørt fríggjadagin. Tað var Norðlýsið, ið skrivaði, at venjaraskifti er í Stjørnuni.

Christoffur Gert Nielsen hevur í eitt og eitt hálvt kappingarár vant besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni, men avtala er nú gjørd millum Stjørnuna og Christoffur um, at samstarvið steðgar.                                                                           

- Stjørnan takkar Christoffuri fyri tíðina, hann hevur virkað í felagnum og ynskir honum alt tað besta.

Stjørnan liggur í løtuni á 3. plássi í SMS-deildini, men hevur framvegis sín fyrst sigur móti øðrum topp-fýra liði til góðar.

Víðari verður boðað frá, at ein annar havnarmaður tekur yvir. Sambært Norðlýsinum er gjørd við Kára Horn um, at hann skal venja besta liðið hjá felagnum. Fyribils er talan um restina av kappingarárinum.                                     

Kári Horn hevur síðst verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, og áður hjá VB - bæði hevur hann leitt í steypafinalur. Stjørnan spælir aftur 13. januar - á heimavølli móti EB - síðani er steypakapping á skránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2021

70 Leygardagur 25. desember 2021

Tindur fingið nýggjan venjara fyri komandi róðrarár

Kappróðrarfelagið Tindur hevur skrivað undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen sum nýggjan venjara fyri róðrarárið 2022

John Høgnesen frá kappróðrarfelagnum Tindur og John Reid Ziska Jacobsen, nýggi venjarin (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin skrivaði Kappróðrarfelagið Tindur undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen sum nýggjan venjara fyri róðrarárið 2022.

Í hesum sambandi var ein hugnaløta uttanfyri Báta – og listasavnið, har Tindur bjóðaði kaffi og okkurt søtt afturvið.

– Tindur fegnast um vaksandi talið av rógvarum og manningum. Í dag eru um 100 limir og 9 manningar, og vónar felagið at fáa onkra manning afturat millum teir eldru rógvararnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. desember 2021

71 Leygardagur 25. desember 2021

Gjáarkappin Jógvan á Fløtti sløkt motorin

Jógvani Nónsgjógv til minnis

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Høgni Hoydal

Tann 8. mars 2011 – á kvinnudegnum – varð bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi boðsend norð í Djúpini. Klokkan var um nón. Ódnarveður var – og boðað hevði verið frá øtlandi vindi út á dagin. Tyrlan varð boðsend, tí gjáarfólk høvdu sæð ein føroyskan bát, ið rak norðureftir út fyri gjónna og norður um Nasatromina.

Tann dugnaliga tyrlumanningin hevði upptøkutól umborð, ið tók alla hendingina upp. Og tær dramatisku loftmyndirnar,  ið vóru vístar í Degi og Viku, sýna ein føroyskan bát. Ein installering, sum er rikin nærum norður um Kallin og út á Norðhavið. Brotini skola inn um æsingarnar. Í miðjum báti stendur ein maður, sum uttan at hyggja upp, liggur og arbeiðir uppá motorin, og roynir at fáa hann ígongd aftur. 

Bjargingarfólkini síga niður í bátin og hála mannin upp í tyrluna, meðan báturin liggur undir í brotum. Hann er eitt sindur rísin inn á , tí hann hevði ætlað sær at klára hetta sjálvur! Tá ið maðurin er bjargaður, síggjast øgilig brot skola inn yvir tann mannleysa bátin. 

Maðurin var tann tá 80 ára gamli gjáarmaðurin, Jógvan á Fløtti – Jógvan Nónsgjógv. Báturin var Sjúrðarbátur – ein av navnframu bátunum hjá Jógvani, ið hava ført so mangan fongin til lands. Sjálvur hevði Jógvan júst installerað ein Saab bilmotor í bátin. Og hendan ódnardagin hevði báturin ligið bundin í Gjónni. Og eftirsum hann hevði boðað frá illveðri, ætlaði Jógvan at stima bátin inn á Funningsfjørð, men fekk motorsteðg á leiðini. Var tyrlan ikki komin eftir honum, hevði hann helst fingið motorin í gongd aftur ella bjargað sær onkusvegna.

Tí slíkur maður til hendurnar. Slíkur maður til at bjarga sær í náttúruni og vinna á vanda- og sorgarstøðum. Slíkur útróðrarmaður og íverkseti. Og slíkur hugsjónarmaður til at hugsa djarvt og nýtt, og at fremja verk til frama fyri bygd, land og fólk – ja, neyvan finst hansara líki í nýggjari tíð í Føroyum.

---

Gjáar bygd hevur fostrað so mong undangongufólk og úrmælisfólk. Tað er  - sum Viderø prestur skrivar – eins og náttúrukreftirnar hava gjørt alt fyri at gloypa bygdini. Men fólkið hevur staðið ímóti við at menna ein dugnaskap og vilja til at byggja upp og vinna til lívsins uppihald. Í fjøllum, í bjørgum, í bø og haga og á sjónum. Og ikki minst andaliga og mentanarliga. Meðan aðrir skúlar í Føroyum høvdu myndir av donskum kongi á bróstinum, hevði skúlin við Gjógv mynd av V.U. Hammershaimb, faðirin at skriftmálinum. 

Á hesum lendi og í hesum andrúmi vaks Jógvan upp. Og hann vígdi sítt lív til at menna bygdina og tjóðina. Við somu hugsjón, sama vilja og dugnaskapi sum forfedrarnir. Hann var tiltikin óræddur bjargamaður, fjallmaður og útróðrarmaður. 

Í 1972 tók Jógvan stig til aftur at søkja Búgvan, sum hevur verið lívsgrundarlag hjá gjáarfólki. Og eisini tá fann hann nýggjar leiðir og amboð at sleppa beint upp á Royðurókina, sum er besta fuglaplássið í Búgvanum.

Og tikin úr leikum sum handverkari og maskinmaður, var Jógvan. Hann starvaðist nøkur ár í Noregi sum maskinmeistari. Men aftur við Gjógv fór hann at bróta burturúr nýggjum. Í kjallaranum við Gjógv fór hann at framleiða framkomnar flakalinjur til Norðís á Eiði, har Petur Reinert gekk undan. Og til flakavirkini í Skopun og í Vági. Her arbeiddu eisini hann og sonurin Birgir, sáli, saman sum eitt. Og Birgir fór við somu evnum at finna loysnir og framkomin amboð víðari á síni bjørtu leið í føroyskari fiskaframleiðslu.

-----

Og so gekk Jógvan undan aftur: Fór undir at stovna og byggja Elementvirkið við Gjógv. Eitt ódnartak, sum mong hildu vera ørt, men sum eisini eydnaðist og virkar í besta blóma í dag. Síðani fór hann undir at byggja Smoltstøðina við Gjógv saman við øðrum góðum fólki. Hóast okkurt bakkastið – sum altíð er hjá undangongufólki – tá ið alivinnan fór beint eftir aldarskiftið, so er eisini Smoltstøðin í dag eitt dygdararbeiðspláss. 

Við fólki sum Jógvan, so er Gjógv tann bygdin í Føroyum, sum man hava langt flest arbeiðspláss fyri hvønn íbúgva!

-----

Eins og í allari Gjáar søgu, so komu Jógvan og Esther eisini at liva ófrættaboð, mótburð og stórar sorgir. Jógvan var fyri vanlukku, tá ið hann datt heilar trettan metrar niður á Elementvirkinum. At hann yvirlivdi og bardi seg uppaftur, vísti hansara øgiligu styrki og vilja. Og hóast hoyrnin bilaði, vann hann allar førleikar aftur.

Men so komu stóru sorgirnar, tá ið Birgir Nónsgjógv so brádliga andaðist í bestu árum. Og bert 4 ár seinni, tá ið boðini komu um, at Sjúrður var farin í syrgiligari vanlukku. Tá var tungt at stíga inn um gáttina hjá Esther og Jógvani við Gjógv. Men tey hildu á gjøgnum sorgina saman við síni stóru og ríku familju. Og tað vóru lívsjáttandi dagar, tá ið 80 ára dagurin hjá Jógvani varð hildin við Gjógv og síðani Diamantbrúdleyp og 80 ára dagurin hjá Esther. 

Eftir at Esther gjørdist sjúk og flutti á Mørkina, flutti Jógvan við. Og síðani Esther fór, hevur Jógvan verið á røktarheiminum á Mørkini.

-----  

Jógvan var mær ein stórur íblástur og stuðul. Eg var so heppin at fáa góðar vinmenn við Gjógv í ungdómsárunum – Kristian Andras Sivertsen og Olaf Fríðheim – og vit hoyvíkingar komu javnan til Gjáar og lærdu tey einastandandi fólk, bygdina og søguna at kenna.

Somuleiðis fekk eg tann framíhjarætt at Kristian Andras tók meg við á fjall saman við Jógvani, tá ið Jógvan var røktingarmaður í Líðini. Eg var satt at siga rættiliga ræddur at ganga í brattlendinum, meðan Jógvan gekk í hvørjum hamri, gili og líð sum á slættlendi.

Jógvan og eg plagdu at minna okkum á søguna, tá ið var farin upp í politikk, og kom sum varaløgmaður norður í 100 ára føðingardag hjá megnarkvinnuni Andreu Sivertsen. Og meðan tað er á tremur við fólki inni á Gjáargarði og eg fari fram saman við Anfinni Kallsberg, løgmanni, at heilsa uppá Andreu, tá spyr hon verdóttrina Arnhild uppi í Geil: “Arnhild, skuldi hetta ikki eitast at vera fjallmaðurin hjá tær? Hann sær út sum ein kruvdur skarvur!”

Og Jógvan var eisini avgerandi fyri, at eg fór inn i politikk. Ein dagin, meðan eg starvaðist á Sjónvarpi Føroya, ringir hann. Og hann segði: “Nú eru fjallboð!” Eg var staddur suðuri í Vági at gera eitt tíðindainnslag, so eg segði, at tað fór neyvan at lukkast hjá mær at sleppa norður. Men so flenti hann og segði: “Noy, noy. Tað eru ikki tey fjallboðini. Tað eru boð um at tú skalt stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin til komandi løgtingsval!”

Og hóast eg noktaði í fyrsta umfari, so arbeiddi hann uppá meg í langa tíð (saman við Jóannesi Dalsgarð), og endin varð, at eg stillaði upp.

-----

Jógvan hevur verið ein einastandandi stuðul hjá Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisrørsluni. Og hann hevur gingið gjøgnum allar forðingar fyri at menna sína bygd, sína tjóð og sítt land. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Ein maður, ið hevur lagt so nógv eftir seg, ið fer at grógva og liva í framtíðini.

Vit senda samkenslukvøður til øll tykkara hjá Jógvani og Esther. Og lýsa frið yvir minnið um merkismannin Jógvan á Fløtti, við hesum orðum hjá Karsteni Hoydal:

Eg heilsi tær á ytstu gátt
runnur av teirri rót,
sum kendi heilagt hetta landið,
hav og mold og grót,
í bø og haga livdi tú
í bjørgum og á miðum,
fekk sálarbreyð úr halgubók,
úr søgn og fornum siðum.


Høgni Hoydal

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2021