Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 01. Jan 2022 | Nr. 1 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

2021 í myndum

SíÐa 4

1 Leygardagur 01. Jan 2022

Gott nýggjár og góðan lesihug

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini nýggjársdag

Oddagrein

Nú koksast

Tú koksast ikki vinur mín,
og eg skal fylgja tær,
vit tøma báðir brøðraskál,
og minnast tíð, ið var

Soleiðis ljóðar síðsta ørindi í týðing Chr. Matras av aldargamla sanginum “Auld lang syne” hjá skotska tjóðarskaldinum Robert Burns. Ein sangur, sum verður sungin Burns til minnis, men eisini brúktur sum ein heilsan til ársskiftið. ‘Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk tú eitt glas við mær’.

Ikki sørt at hesin sangur setti seg onkrastaðni í ótilvitskuna nú tað á ársins næstseinasta degi frættist, at lýsandi vitin innan føroyska matlist, matstovan Koks, nú stingur Michelin-stjørnur sínar í sekkin, og flytir yvir til Grønlands at virka.

Fyribils í hvussu so er.

Ein rópandi millumfingur frá hotell og matstovuketuni Gist & Vist til treka føroyska embætisveldið, sum ikki dugir at síggja virðið í, at ein av heimsins bestu matstovum og kokkum eigur heimstað á hesum fjarskotnu klettum.

Tí Koks er ikki bara ein matstova, ikki bert ein nýskapandi royndarkøkur at menna nýggjar smakkir burtur úr føroyska nærumhvørvinum, sum gongur á odda fyri allar aðrar føroyskar matstovur og útlendskar við.

Koks er heldur ikki bara eitt ferðamál, sum matkennarar og ‘foodies’ úr øllum heiminum leita sær til, tí tað er eitt mást hjá hesum serliga slagi av ferðafólki, ið letur milliónir eftir seg – ikki bara í matstovuvinnuni, men í allari aðrari vinnu, ið knýtir seg at føroysku ferðafólkavinnuni.

Nei, Koks er og hevur verið sjálvur vegvísarin, oddvitin, í føroysku tilvitskuni, samleikanum, hesi seinastu árini. Tann, ið veruliga hevur sett Føroyar á heimskortið. Gamaní eru onkur ítróttalið og einstaklingar, listafólk eisini, sum av og á gera ein vørr, ið kann bøta um okkara tjóðarstoltleika. Men Koks og fólkið har hevur støðugt og áhaldandi, verið ljósið, sum hevur peikað á Føroyar úti í stóru verð.

Uttan Koks í Føroyum verður tað truplari hjá ferðamyndugleikunum og eisini okkum øðrum vanligu at greiða frá hvat Føroyar og føroyskt er. Tí er at vóna, at Poul Andrias og Karin og teirra fólk venda skjótt heimaftur. Og til umstøður, ið eru teimum til sóma. Tí sjálvandi skal ein av heimsins bestu matstovum, okkara alra stoltleiki, fáa eina ávísa portión av framíhjárætti – alt annað vildi verið tápuligt.

Vilja vit ikki tað, ja so er bara at velja køst fram um Koks, seta okkum afturá og fagna afturhaldinum og harvið lata eina glæsiliga menning gleppa tjóðini av hondum.

Tá kann gerast koksut í Føroyum.

Gott nýggjár


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8229

    Lisnar síður: 19171

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 01. Jan 2022

Áarføri í Dali

Glopraregn í Dali og Húsavík hóskvøldið gjørdi stóran skaða

(Mynd: Róða Bødvarsdóttir)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað regnaði av grimd í Dali og Húsavík hósdagin, og áirnar fóru upp um áarbakkarnar um kvøldið.

Í Dali fór ein stórur partur av vatninum oman gjøgnum bygdina eftir vegnum. Og tað var ein syrgilig sjón sum dalbingar vaknaðu upp til í morgun.

Sí myndirnar, sum Róða Bødvarsdóttir hóskvøldið og í gjár:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2021

3 Leygardagur 01. Jan 2022

Vóna at flyta aftur til Føroya í 2024

Komandi tvey árini fer KOKS at halda til í Ilimanaq, sum einasta Michelin-matstova í Arktis. Vónin er at KOKS fær byggiloyvi við Fossdalsgjógv og kann flyta til Føroyar aftur á sumri 2024

Fossdalur og Fossdalsgjógv. Hetta er har, sum Koks ætlar at byggja nýggju matstovuna (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysku Michelin-stjørnurnar, sum hava sett Føroyar á heimskortið innan matgerð og burðardygd, sløkna í Føroyum og tendra aftur í Grønlandi. Komandi tvey árini fer KOKS at halda til í Ilimanaq, sum einasta Michelin-matstova í Arktis.

KOKS hevur síðani 2018 húsast í gomlu smiðjuni Frammi við Gjónna við Leynavatn. Staðsetingin var tíðaravmarkað, meðan leitað var eftir einum hóskandi staði til matstovuna. Longu árið eftir, í 2019, var nýggja staðsetingin funnin við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal, og umsókn um byggiloyvi var send Tórshavnar kommunu í januar 2020.

Siðbundið og nýhugsandi
Tað er heimskendi føroyski arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggju karmarnar hjá KOKS við Fossdalsgjógv, sum verður at kalla meira sum ein lítil føroysk bygd við tveimum býlingum. Íblásturin kemur úr siðbundnu føroysku byggilistini og bindur saman føroyskan landbúnað, framleiðslu og matstovu.

“Tá tú kemur á matstovuna verður tú ikki í iva um, at hetta er eitt nýtt byggjarí, men allur íblástur kemur úr tí siðbundna,” segði arkitekturin við Dag & Viku í 2020.

Ynski var tá, at KOKS kundi flyta inn í nýggju matstovuna á vári 2022, men enn er byggiloyvi ikki fingið til nýggju staðsetingina. KOKS kann ikki halda fram í verandi kørmum, tí er avgerð nú tikin um at flyta matstovuna til Grønlands, meðan bíðað verður eftir einari avgerð hjá føroysku myndugleikunum.

Fagnaður í Grønlandi
Í Grønlandi fegnast tey um at sleppa at húsa einastu Michelin-matstovuna í Arktis. Matgerð og matstovur á hesum støðinum hava ikki verið í Grønlandi áður.

“Serstaka samansetingin av gastronomi frá ovastu altjóða hill, íbygda burðardygdin í norðuratlantiska køkinum umframt rávørugrundarlagið og eyðkenda náttúran í Diskovíkini, stimbrar allar sansir, og er júst tað sum skal til fyri at tekkjast teimum gestunum, vit ynskja at røkka,” sigur Hjörtur Smárason, stjóri á Visit Greenland.

Eisini borgarstjórin í Avannaata kommunu fegnast.

“Eg eri sera errin av, at KOKS hevur funnið tað freistandi at vera í Ilimanaq næstu tvey sumrini bæði fyri at fáa sær royndir, mennast og ikki minst læra frá sær. Hetta er ein framúr møguleiki hjá okkum at vísa fram okkara fantastisku rávørur og náttúru, sum vónandi fer at ávirka okkara lokalsamfelag framyvir,” sigur Palle Jeremiassen, borgarstjóri.

[object Object]

“Staðið, ið birtir vón”
Ilimanaq er ein gomul bygd í ísfjørðinum við Ilulissat. Ísfjørðurin er á heimsarvslistanum hjá UNESCO, og hetta hóskar sera væl til andan hjá KOKS.

“DNA’ið hjá KOKS er burdardygd. Sereyðkennið hjá KOKS er at brúka tær rávørur sum eru til taks í nærumhvørvinum. At liva í náttúruni, av náttúruni,” sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist.

Ilimanaq merkir “staðið, ið birtir vón” á grønlendskum, og vónin hjá Gist & Vist er, at KOKS fær byggiloyvi við Fossdalsgjógv og kann flyta heim aftur til Føroyar á sumri í 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

4
Leygardagur 01. Jan 2022

2021 í myndum

-

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

JANUAR

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Nýggjár: Nýggjársdag fyri einum ári síðani var talið av fólkum smittað við koronu 56. Henda dagin vórðu fýra persónir staðfestir at hava fingið smittuna, av teimum vóru tvey fólk inn løgd á sjúkrahús. Í mun til hvussu støðan er nú, er talan um smátøl, nú vit hava upplivað at hava funnið yvir tveyhundrað smittað upp á eitt samdøgur. Um nýggjárleitið í fjør var støðan øðrvísi. Fyrsti kassin við koppsetingarevnum var komin til landið, og farið varð undir at koppseta, og tað vóru bjartar vónir í røðuni hjá løgmanni um, at nú fóru vit møguliga at síggja ein enda á smittuni, sum hevði merkt so at siga alt árið 2020. Tað mundu vera fá, sum tá ímyndaðu sær støðuna, sum hon vísti seg at vera her, eitt ár seinni.


[object Object]
(Mynd: Pól Sundskarð)

Kalt og klárviðrað: Í mest umrødda filminum her á landi í farna ári, James Bond-filminum "No Time to Die" var Trøllanes umskapað til bølmennisbøli, og onkrastaðni  her undir Borgaranum norðast á Kalsoynni lá kavbátahelli hjá Luytsifer Safin, fremsta fígginda Bonds. Myndina, ið er tikin av Hádegisfjalli, tók Pól Sundskarð tíðliga ein góðveðursmorgun í januar.


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Nýggjur gamal Pison: Seinastu árini er føroyski línuflotin yngdur nakað, tí fleiri skip eru keypt úr Noregi. Í januar kom nýggjur Pison stevnandi inn á Klaksvík. Talan er um norska línuskipið Nyvoll Senior, sum Pf. Miðdalsenni á Viðareiði hevur keypt at loysa gamla Pison av. Hóast nýggja skipið er 34 ára gamalt, so er galan um eitt rættiliga nógv nýggjari skip, tí gamli Pison var frá 1961


[object Object](Mynd: Andri Gerðisá)

Mentanarvirðislønt: Í januar handaði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, mentanarvirðisløn landsins til Sigrun Gunnarsdóttir, listamálara av Eiði. "Hon er egin við sínum líkningasøguligu málningum, sum varpa ljós á lívsins stóru spurningar um upphavið, undurfulla lívið og deyðan", ljóðaði m.a. í grundgevingini. Við sama høvi fekk arkitekturin Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins og sangarinnan Birita Poulsen serstøku mentanarvirðisløn landsins.

[object Object]
(Mynd: Andri Gerðisá)

[object Object]
(Mynd: Andri Gerðisá)


FEBRUAR

[object Object](Mynd: SEV)

Vindorka í Suðuroy: Í februar varð vindmyllulundin í Porkerishaga tikin í nýtslu. Talan er um sjey vindmyllur av slagnum Enercon, sum kunnu framleiða nakað meir enn helmingin av ravmagnstørvinum í Suðuroynni. Við tað, at Suðuroyggin nú eisini hevur sólorkuverk í Sumba og 100 ára gamla vatnverkið í Botni, so er Suðuroyggin tann oyggin, ið er komin nógv longst í grønu umleggingini


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vónin livir: Loysing er enn eitt mál fyri nógv, tá tað kemur til føroyskan politikk. Tað sást sjón fyri søgn ein morgun í februar, tá slagorð um loysing sóust sum veggjakrutl fleiri staðni í miðbýnum í Havn. Helst var talan um eina viðmerking til okkurt mál, sum var til viðgerðar á tingi um tað mundið. Á einum veggi, har sum bussarnir støðga í Steinatúni, var slagorðið skrivað í aðrari versjón "Loysing í eggsjón", og tað mundi fáa fleiri at gruna yvir, hvat mundi liggja í teimum orðunum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Norðlýsið flotað: Eftir meira enn eitt ár uppi á landi, kundi skonnartin Norðlýsið aftur flotast eftir umfatandi umvæling á skipasmiðjuni í Havn. Norðlýsið varð bygd á somu skipasmiðju í 1945, og hevði sostatt 75 ára á baki meðan hon stóð inni á skipasmiðjuni og fekk skift ein stóran part av borðviðinum út og gjørt aðrar umvælingar. Í mai 2021 var skonnartin endiliga klár at fara í sigling aftur við ferðafólki millum oyggjarnar


[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Ítróttin fagnað: Aftur í 2021 fagnaði Ítróttasamband Føroya ítróttinum við at geva heiðursgávur til persónligheitir innan ítróttina, sum hava slíkt uppiborið. Jóhanna Troest, ein av stovnarunum av fimleikafelagnum Støkk í Runavík, og síðan tá ein av eldsálunum, ið hevur hildið lív í felagnum, varð heiðrað við Heiðurskjali Poul E. Petersens fyri sítt áralanga arbeiði fyri fimleikin. Hini heiðraðu vóru Sverri Sandberg Nielsen (Ársins ÍtróttaNavn), Samuel Johansen Chukwudi (Ársins ÍtróttaStjørnuskot), Hondbóltssamband Føroya (Ársins ÍtróttaFelagsskapur), Faroe Islands Handball Cup (Ársins ÍtróttaÁtak) og Guðrið K. Augustinussen (Ársins ÍtróttaFyrimynd)


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Steypavinnara hjá bæði kvinnum og monnum: Hondbóltsfelagið í Hoyvík, H71, staðfesti sína støðu sum fremsta hondbóltsfelag í landinum, tá steypafinalur vórðu spældar í ítróttahøllini á Hálsi. Felagið vann helmingin, níggju av átjan finalum, sum vórðu spældar - teirra millum bæði fyri kvinnur og menn. Kvinnurnar vunnu 22-20 á Neistanum og menninir 26-25 eisini móti Neistnum, men her mátti longd leiktíð til


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Steypavinnarar, flogbóltur: Steypafinalurnar í flogbólti vórðu eisini hildnar í februar. Hjá monnunum vann ÍF úr Fuglafirði ein spennandi dyst móti Mjølni úr Klaksvík. Men dysturin varð ikki avgjørdur fyrr enn í fimta setti, sum fuglfirðingar vunnu 15-12. Hjá kvinnunum var vágauppgerð millum SÍ úr Sørvági og Drátt við heimstaði á Giljanesi. Eisini her skuldu fimm sett til fyri at finna vinnaran, og eisini her fall avgerðin við 15-12 í avgerðandi settinum

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)


MARS

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Norrøna umbygd: Í mars kom Norrøna aftur á Havnina eftir umfatandi umbygging í Danmark. Umstøðurnar hjá ferðafólkunum umborð eru vorðan nógv betri og rúmligari eitt nú við stásiliga náttklubbanum, ið er bygdur sum ein nýggj hædd ovast á skipinum. Gott pláss, høgt til lofta og við fríum útsýni í siglingarrætiningin


[object Object](Mynd: Vága Floghavn)

Flúgvandi risi: Vága Floghavn gerst alsamt meira áhugaverd eisini hjá øðrum enn foroyska flogfelagnum Atlantsflog. Í mars var eitt risastórt Boeing C17-A Globemaster hjá UK Royal Air Force og gjørdi venjingar í at lenda og fara. Flogfarið hevur eitt veingjabreiði á 52 metrar og longdin er 53 metrar. Flogfarið er næstan 17 metrar høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons. Til samanberingar eru størstu flogførini hjá Atlantic Airways slakar 36 metrar í veingjabreiði, 37-38 metrar long, slakar 12 metrar høg og kunnu í mesta lagi viga um 80 tons


[object Object](Mynd: Haldur Suni Johansen)

Estetikkur: Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki varð hildin í Bylgjuni í Runavík. Hesi lið gjørdust steypavinnarar: Pinkur: Libra hjá Ljósinum. Smágentur: Mira hjá Havnar Fimleikafelag. Gentur: Rósan hjá Støkk. Unglingar: Lyra hjá Ljósinum. Kvinnur: Hulda Meliora hjá Havnar Fimleikafelag


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Elias vísti veg: Ungi føroyski stórspælarin í hondbólti, Elias Ellefsen á Skipagøtu, fekk í mars sín fyrsta dyst á A-landsliðnum. Ukreina vitjaði á Hálsi, og Føroyar taptu tepurt 25-26. Elias á Skipagøtu skjeyt sjey av føroysku málumum og var føroyskur toppskjútti


[object Object](Mynd: Aleksandar Djorovic)

Meinhard tryggjaði stig á útivølli: Føroyar spældi fyrsta dystin í HM-undankappingini í fótbólti á útivølli móti Moldova. Moldova kom á odda tíðliga í dystinum, men vongurin Meinhard Egilsson Olsen, sum spælir í Noregi, tryggjaði Føroyum stig, tá hann javnaði móti endanum av dystinum. Tríggjar dagar seinni spældu Føroyar móti Eysturríki í Wien. Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, men eysturríkar vunnu kortini 3-1

[object Object](Mynd: EPA)


APRÍL

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

TROM: Bíðað verður nú í spenningi eftir at upptøkurnar av røðini Trom, sum vórðu gjørdar í Føroyum í vár og summar, verða kliptar saman, so at fyrsta krimispenningsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, kann upplivast. Ein partur av hendingunum ganga fyri seg í sambandi við eitt grindadráp í Sandagerði, har høvuðspersónurin, Hannes Martinsson, spældur av kenda danska sjónleikaranum, Ulrich Thomsen, skal kanna eitt møguligt mansmorð


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Steintóra prestur: Nýggjasti presturin í føroysku fólkakirkjuni, Steintóra Erhardsdóttir, varð í vár prestvígd í Vesturkirkjuni í sambandi við at hon tók við einum farloyvisstarvi í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Her sæst nýggi presturin saman við foreldrunum, Erhard og Harriet Joensen


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hvalur á húkinum: Nógvir klaksvíkingar hvukku við, tá tey ein morgun í mars komu í rundkoyringina við Borðoyavík. Snotiligi húkurin í rundkoyringini hevði krøkt eina hvalakúlu. Talan var um eina kúlu úr grindini, sum legði beinini í Hvannasundi dagin fyri. Løgreglan kannaði málið sum herverksmál, men tað varð vistnokk ongantíð uppklárað


[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir og SÍ FM-vinnarar: Í steypakappingini var tað SÍ, sum fór við steypinum. Men tá føroyameistaraheitið skuldi avgerast, var tað Mjølnir úr Klaksvík, sum vann. Eftir at somu liðini høvdu vunnið hvør sín finaludyst, skuldi FM-heitið avgerast í einum sonevndum gull-setti, og her vann KÍ 15-11. Hjá kvinnunum var tað aftur SÍ, sum vann, og fór sostatt við greipuni í 2021. Eins og í steypafinaluni var tað Dráttur av Giljanesi, sum var mótstøðuliðið, og eins og hjá monnunum var FM-heitið avgjørt í gullsetti eftir at liðini høvdu vunnið hvør sín finaludyst


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta FM-heitið til StÍF-kvinnur: StÍF av Strondum eru føroyameistarar í hondbólti fyri kvinnur fyri fyrstu ferð nakrantíð. Japanska Haruka Gima og lokala kempan Poula Berg áttu sín stóra leiklut í, at tað eydnaðist at vinna FM-heitið móti Neistanum í fjórða finaludystinum, sum varð spældur á heimavøllinum hjá Neistanum. Hjá monnunum var tað meira sigursvanda felagið, VÍF úr Vestmanna, sum fór avstað við FM-heitinum, við at vinna fjórða finaludystin móti H71 úr Hoyvík


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sensasjón móti Kekkia: Søga varð skrivað í høllini á Hálsi 30. apríl, tá føroyska A-landsliðið við monnum tók ímóti Kekkia í HM-undankappingardysti. Føroyar vunnu 27-26 í einum dramatiskum dysti. Toppskorarar fyri Føroyar gjørdust Elias á Skipatøru (myndin) og Sjúrður Olsen við fimm málum hvør. Við til søguna hoyrir eisini, at dómararnir úr Litava, sum skuldu døma dystin, vóru smittaðir við korona tá teir komu til Føroyar. Tí gjørdist loysnin tann at seta eitt føroyskt par at døma dystin. Kekkar góðtóku loysnina fyri at fáa dystin gjøgnumførdan - Bárður Brimsvík og Jógvan Skeel Nolsøe komu væl frá óvæntaðu dómarauppgávuni


MAI

[object Object](Mynd: Rúni Thomsen)

[object Object]Betta Eið og Allon Næs (Mynd: Rúni Thomsen)

Stórur tunnilsdagur í Hvalba: Tað var stórur dagur í Hvalba, tá nýggi tunnilin upp á Tvøroyri varð tikin í nýtslu. Tað var landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Jørgen Niclasen, sum klipti snórin, og tey fyrstu at koyra ígjøgnum, vóru elstu fólkini í bygdini, 98 ára gamla Betta Eið og beiggi hennara, 95 ára gamli Allon Næs, sum var sjaffør


[object Object](Mynd: EPA)

Uttanríkis-stevna: Landsstýrismeninir við uttanríkismálum í Grønlandi og Føroyum, Pele Broberg og Jenis av Rana, vórðu bodnir við, tá uttanríkisráðharrin hjá lutfalsliga nýggju demokratisku stjórnini í USA, Antony Blinken, vitjaði í Keypmannahavn og danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod. Uttanríkispolitikur hevur spælt ein alsamt størri lut í føroyskum politikki í seinastuni í og við at stórveldini eru farin at vísa størri áhuga fyri arktiska økinum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hotel Djurhuus: Hotel Djurhuus, fyrr Hotel Streym, lat í mai mánaði uppaftur eftir eina størri út- og umbygging. Nýggi eigarin, Rúni Djurhuus, valdi at geva hotellinum eitt gamalt hotell-navn í býnum, Hotel Djurhuus, sum eisini prýðir bygningin Heima í Havn, sum einaferð bar hetta navnið, men nú hýsir matstovuni Áarstova


JUNI

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Mótmælandi pedagogar: Tað var trongsil á Tinghúsvegnum uttan fyri tingsalin, tá løgtingið skuldi viðgera eitt uppskot um at tryggja neyðug undantøk til almannaverkið, nú pedagogarnir vóru í verkfalli. Pedagogarnir, ið savnaðust uttan fyri tinghúsið, vístu á, at talan var um álop á verkfalsrættin, og tey fingu stuðul frá øðrum fakfeløgum eisini. Fáar dagar eftir hetta settust partarnir við samráðingarborðið aftur, og nýtt semingsuppskot varð orðað, sum partarnir góðtóku


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Pól Sundskarð)

Summar-sólstøður: Ein hugfarslig mynd av einum góðveðurskvøldi í Sandagerði í summar, á longsta degi, tá fólk í hundraðtali savnaðust rundan um jóansøkubálið at syngja hásummarinum heilsur. Niðara mynd er tikin sama kvøld. Av Knúki oman fyri Múla og norð í hav


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Seyðamaðurin og huldukonan: Í juni var endiliga avdúkað hvussu standmyndin av Seyðamanninum á Sondum hjá Hans Paula Olsen sær út. Sandavágsfólk vóru spent, tá listaverkið skuldi avdúkast. Søgnin um seyðamannin, ið stjól stakkin frá huldukonuni við Húsagjógv, er kend á hesum leiðum. Listaverkið vísir seyðamannin tvíspora avstað við stóra stakkinum, meðan huldan stendur eftir, nakað fjald millum klettarnar, nakin


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Nýklaktar: Aftur í ár vóru pisufundirnir avmarkaðir av koronu. Foreldur og avvarðandi sluppu ikki at vera til staðar, tá pisurnar á Glasi hildu siðbundna pisufundin sunnan fyri viðarlundina í Havn. Annar árgangur av pisum, har gleðin yvir at hava fingið prógvið, varð tarnað av eini smittu. Spurningur er, um tað verður ein triði árgangur eisini?


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hondbóltsfrøi: Myndin av landsliðskvinnunum hjá Kyndli og teirra ernu foreldrum lýsir væl frøina, sum var í Høllini á Hálsi eftir føroyska 29-25 sigurin á Ísrael. Fáar dagar frammanundan høvdu hesar kvinnurnar eisini vunnið á Finnlandi á heimavølli, og harvið spældi føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seg, á fyrsta sinni, í eina EM-undankapping móti væl sterkari liðum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Jonn skoraði 2: Føroyska U21 landsliðið í fótbólti fekk eina góða byrjan upp á sína EM-undankapping, tá dysturin á Svangaskarði endaði við føroyskum 2-0 sigri. Jonn Johannesen úr KÍ skoraði bæði málini


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Klaksvíkingur: Í juni mánaða kom gongd á kappróðrarárið, hóast fyrsti róðurin á Norðoyastevnu varð avlýstur, og varð ikki rógvin fyrr enn seinni út á árið. Myndin er av sigursvandu manningini á 10-mannafarinum Klaksvíkingi, tikin eftir sigurin á Sundalagsstevnuni. Klaksvíkingur gjørdist føroysmeistari


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022

5

Størv

Ergo - ella fysioterapeut til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 01. mai 2024

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Vertir og vertinnur til RIST, nýggju matstovuna í Saltangará

Meira Umsóknarfreist: 01. juni 2024

Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Meira Umsóknarfreist:

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024
6
Leygardagur 01. Jan 2022

2021 í myndum (onnur hálva)

-

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

JULI

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Finnur Justinussen)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Drotningavitjan: Í juli høvdu vit vitjan av Margretu drotning, sum hevði drúgva skrá og vitjaði fleiri bygdir og oyggjar í Føroyum. Millum annað í Fuglafirði, har Helgi Midjord hevði evnað ein heilt serligan bonk til drotningina, sum nú stendur í Miðstaðarlundini sum eitt listaverk til minnis um drotningavitjanina hesaferð. Størsta drotningin av øllum var kanska 96 ára gamla Maria "Mia" av Heygum í Vestmanna, sum býr á heiminum á Grønanesi, sum eisini fekk kongaliga vitjan. Mia, undangongukvinna innan sjósvimjing í Føroyum, leyp á bláman til heiðurs fyri 15 ár yngri drotningini av Danmark. Men Margretha lat seg ikki lokka við, og helt seg í hitanum innandura


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Betri umstøður: Í summar kundi føroyska politistaliðið endiliga flyta inn í nýggju polistøðina, sum er innrættað í gamla sjóvinnubankabygninginum á Trapputrøðni í Havn. Umstøðurnar eru munandi betri enn í leigaðu hølunum, sum løgreglan hevur hildið til hesi seinastu árini úti við Strond. Myndin er av vaktarborðinum á alarmsentralinum 


[object Object](Mynd: Harald Bjørgvin)

G! stemningur uttan festival: Aftur í ár forðaði koronastøðan fyri, at stóru festivalarnir í summar kundu haldast. Einastu festivalarnir, ið vórðu hildnir, vóru nýggi víkingafestivalurin í Hovi tíðliga í summar og so Voxbotn 2020 og 2021, ið varð hildin í heyst. Í Syðrugøtu var kortini tónleikur á skránni. Meðan G! riggaði av, fór samtakið Grót undir at rigga til, so tað kortini var tónleikur at uppliva, tó í minni mátistokki. Á myndini sæst Benjamin Petersen, ið eisini kallar seg Son of Fortune


[object Object]

[object Object]

[object Object]

Føroyaleikir: Fyri fyrstu ferð vórðu Føroyaleikir hildnir - ein ítróttastevna, har nærum allar ítróttagreinar undir ÍSF skipaðu fyri kappingum kring alt landið, og har vinnarnir fingu serlig heiðursmerki. Tað var avlýsingin/útsetingin av oyggjaleikunum á Guernsey - korona, enn einaferð - sum eggjaði ÍSF til at fara undir at skipa fyri Føroyaleikunum, sum ætlandi verða hildnir í framtíðini tey árini oyggjaleikir ikki eru. Føroyaleikir verða aftur í summar


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Evropeiskt vónbrot: KÍ-leikararnir og klaksvíkingar vóru ógvuliga vónbrotnir, tá tað var greitt, at lettiska liðið, KFS, hevði sligið KÍ úr evropeisku Conference League kappingini. KÍ hevði annars tryggjað sær eitt gott útgangsstøði við at vinna 3-2 á útivølli Jürmala. Lagt var upp til stórt altjóða brak á Djúpumýru. Tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 3-2 til estiska liðið, og av tí at tað nú stóð á jøvnum, var farið út í umdyst, har estar skoraðu til 4-2, og vunnu sær sostatt víðari luttøku. NSÍ fekk eisini bert eitt umfar í Conference League - teir taptu móti finska liðnum FC Honka. Føroyameistararnir HB megnaðu ikki at spæla seg víðari í undan-undanumfarinum í Champions Leauge, men sluppu at spæla víðari í Conference League. Her gjørdist tað til tvey umfør. HB vann móti montenegriska meistaraliðnum Buducnost Podgorica, men tapti síðan móti ísraelsku meistarunum, Maccabi Haifa


[object Object](Mynd: Rógvi Langgaard)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Olympiskt vónbrot: Fyri fyrstu ferð hevði ein føroyingur møguleika fyri at vinna olympiskt heiðursmerki í einstaklingaítrótt, tá rógvarin Sverri Sandberg Nielsen róði seg í finaluna í einskullara í Tokyo. Men vónbrotið var stórt, tá Sverri kom inn á plássið, sum ongin vil hava, nevniliga fjórða plássið, beint uttan fyri heiðursmerkjabýtið. Vónbrotið var stórt - eisini heima í Miðvági, har foreldur og hópin av vágafólki fylgdu finaluni á stórskíggja ólavsøkukvøld


AUGUST

[object Object]

Fastur á Flesjunum: Tíbetur hendi ongin álvarsligur skaði, tá frystilínuskipið Eivind úr Miðvági í fagrasta veðri rendi á Flesjarnar á veg av Havnini til Kollafjarðar við bert skipara og maskinmeistara umborð. Eftir at oljan varð pumpað úr skipinum, varð Eivind togaður leysur aftur. Materiellu skaðarnir vóru avmarkaðir


[object Object](Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

Malarendi Beach: Sjósvimjing - dypping, sum tey flestu kalla tað - er vorðið alsamt vanligari í Føroyum, hóast veðurlagsbroytingin enn ikki hevur havt merkbara ávirkan á hitan í sjónum. Dypping er eisini vorðin fastur táttur í skránni fyri Ovastevnuna í Nólsoy, har nógv fólk tóku av avbjóðingini at vaða út á sjógv á Malarenda


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Útskifting í landsstýrinum: Í august tók løgmaður avleiðingarnar av ónøgdina yvir avrikini hjá Helga Abrahamsen sum landsstýrismanni við vinnumálum, hóast hetta ikki varð beinleiðis sagt á tíðindafundinum. Helgi Abrahamsen varð skiftur út við Magnus Rasmussen, sum verður hildin at vera betur at loysa tey málini, sum liggja á láni í vinnumálaráðnum. Helgi Abrahamsen skal í staðin, sum tingbólkaformaður, arbeiða fyri at brynja Sambandsflokkin til komandi løgtingsval


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Lívdin til 850: Í august var klárt at taka nýggja snotiliga salin hjá brøðrasamkomuni í Hoyvík í nýtslu. Stórur partur av arbeiðinum at byggja Lívdina er gjørdur sjálvboðin. Bygningurin er 1.852 fermetrar í tveimum hæddum. Lívdin, ið hevur ein stóran sal við sera góðum ljóðviðurskiftum til bæði talur, sang og tónleik, kann sessa upp til 850 fólkum


[object Object](Mynd: DR)

Legði bumbuna í Klaksvík: Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevði eina avdúking í ermuni, tá hann var vertur í sjónvarpsdokumentarinum hjá DR um læknastríðið í Klaksvík. Tað eydnaðist honum at finna fram til ein av persónunum, sum vóru við til at leggja bumbuna, sum sprongdist við politistøðina í Klaksvík í 1955. Løkke var á gátt hjá Esmari Dalskinn, sum seinastu mongu árini hevur búð í Danmark


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kláraðu Everest: Systkinabørnini Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen megnaðu at fremja ein sokallaðan eversting, tá teir upp á 24 tímar og 42 minuttir gingu av Eiðisskarði og upp á Slættaratind 18 ferðir. Tá høvdu teir gingið og klivið 8.946 hæddarmetrar, umleið 100 metrar meira enn heimsins hægsta fjall er høgt. Og teir høvdu tingið 65,5 kilometrar til samans. Jákup Petur Eliassen setti sær hesa avbjóðingina fyri til tess at savna pengar til Eydnudeildina í hondbólti, har sonurin hjá honum spælir. Eydnudeildin er hondbóltsfelag ætlað børnum við serligum tørvi


SEPTEMBER

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Widerøe í Føroyaflúgving: Nú eru tað trý flogfeløg, sum flúgva í fastari rutu upp á Føroyar. Umframt Atlantsflog og SAS, er norska flogfelagið Widerøe nú eisini farið undir regluliga flúgving millum Bergen og Vágar. Fyrsta flogfarið lendi í Vágum fyrst í september. Widerøe rekur føroyaflúgvingina við propellflogførum av slagnum Bombardier Dash 8 Q400


[object Object]

1428 løgdu beinini: Ein slátur av teimum heilt stóru fór fram á sandinum í Skálafirði sunnukvøldið 12. september, tá 1.428 springarar løgdu beinini. Bólkurin varð funnin í Kalsoyarfirði út fyri Húsum, og varð rikin suður um Eystnes og inn á Skálafjørðin, ið varð mettur at vera besta hvalvág at halda einum so stórum bólki til. Drápið elvdi til ógvusligt kjak um vit eiga at drepa springarar, og myndir frá drápinum ferðaðust um allan heim. Eisini millum føroyingar er mótstøðan móti slíkum drápum vaksin - helst tí her var tað eitt so stórt tal, sum lá eftirá


[object Object]
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Undangongumaðurin Ólavur: Loksins fekk undangongumaðurin Ólavur á Heygum sína standmynd við Fossá í Vestmanna. Tað er enn einaferð fremsti føroyski myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, ið hevur evnað standmyndina. Ólavur á Heygum var undangongumaður á mongum økjum, sum politikari, vinnulívsmaður og bóndi. Hann tók stig til at fáa ravmagn burtur úr vatnorku, og var eisini fyrsti føroyingur, sum fekk sær telefon


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Ásett: Trý hús fórust heilt illa, men ongin fólkaskaði hendi, í ógvusligum eldabruna á Stykkinum eina vindharða nátt í september. Dagin eftir handtók løgreglan ein ungan mann, ið sjálvur boðaði frá, at hann hevði sett eld á eini hús á Stykkinum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Bond-fepur: Nógv hóvasták varð gjørt burturúr, tá nýggjasti James Bond-filmurin, "No Time to Die", endiliga kundu frumsýnast í Havnar Bio. Spenningurin var stórur, tí partur av upptøkunum fór fram á Trøllanesi, og almenningurin visti ikki hvussu nógv myndirnar úr Føroyum fyltu í filminum. Kalsoyingar komu mannsterkir til frumsýningina í Havn, koyrandi í einum serligum James Bond-bussi, og framman fyri Havnar Bio var reyða langmáttan rullað út og skonkt var blørðuvín úr Champagne


[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrsti sigur: Føroyar fingu ein sigur í HM-undankappingini, sum varð spæld í 2020. Sigurin kom á Tórsvølli móti Moldova 7. september, tá Klæmint Andrasson Olsen (myndin) og Heini Vatnsdal skoraðu í 2-1 sigrinum. Vit fingu 4 stig tilsamans í kappingini - øll móti Moldova. Tríggir dystir vórðu spældir á Tórsvølli fyrst í september. Móti Ísrael, Danmark og Moldova. Nógv størsta uppmerksemið fekk dysturin móti Danmark, ið jú kláraði seg væl í EM-endakappingini í summar. Vit vóru um reppi at fáa stig. Danir fingu bert eitt mál, sum kom seint í dystinum. Ovara myndin er av málmonnunum báðum, Teiti Gestssyni og Kasper Schmeichel, ið heilsaðust eftir dysin


OKTOBER

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

M. A. Jacobsens: Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum á Fróðskaparsetrinum, varð í heyst heiðraður við M. A. Jacobsens virðislønini fyri yrkisbókmentir fyri verkið "Føroysk Purisma". M. A. Jacobsens virðislønin fyri mentanaravrik varð latin norska Trond Trosterud, professari á universitetinum í Tromsø. Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar Býráðs vórðu báðar givnar fyri bókina "Abbi og eg og Abbi". Til Dánial Hoydal, sum hevur skrivað og Anniku Øyrabo, sum hevur gjørt klippmyndirnar í bókini. Á myndini síggjast móttakararnir saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Annfinni Brekkstein, varaborgarstjóra


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Heimsstjørnur á vitjan: Eitt av heimsins bestu hondbóltslandsliðun, tað danska, vitjaði á Hálsi í heyst fyri at spæla EM-undankappingardyst móti Føroyum, sum eru at kalla nýbyrjaðar á hesum øki. Og tað sást eisini aftur á úrslitinum. Donsku kvinnurnar vunnu - sum væntað - 39-19. Á myndini er tað unga og evnaríka Jana Mittún, ið roynir at bróta seg gjøgnum sterku donsku verjuna. Tveir mánaðir eftir henda dystin, kundu donsku kvinnurnar fagnast við bronsuheiðursmerki, tá heimsmeistarakapping varð hildin í Spania beint fyri jól


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fyri 21. ferð: Kvinnurnar hjá KÍ høvdu eitt framúr kappingarár í ár, og longu í næstseinasta umfari var greitt, at ongin kundi taka føroysmeistaraheitið - tað 21. í røðini - frá KÍ-kvinnunum. Seinasti dystur var móti aftasta liðnum í kappingini, felagsliðnum hjá AB og B71. KÍ tapti ongan dyst í FM-kappingini í ár, og vann føroyameistaraskapin við 14 sigrum og 7 javnleikum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sannførandi: Eins og hjá kvinnunum, var ongin spenningur í mansdeildini, har føroyameistaraheitið var avgjørt undan seinasta umfari. Og aftur var tað KÍ, sum framdi bragdið. KÍ var nógv tað besta liðið í kappingini í 2021, og tapti bert ein dyst. KÍ fekk 72 stig fyri 23 sigrar og tríggjar javnleikir og eini málskoru á +87. Á myndini síggjast fýra týðandi spælarar á liðnum, frá vinstru Bob Sumare, sum ikki verður við komandi kappingarár, Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, ársins spælari 2021, og liðskiparin Jákup B. Andreasen


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kvinnur í mótbrekku: Føroyska kvinnulandsliðið hevur verið langt frá at fáa nakran sigur í HM-undankappingini, sum liðið spælir við í løtuni. Fleiri stórtap hava verið, móti Spania, Skotlandi og Ungarn. Men kvinnurnar hava stórt sæð verið nøgdar við egnan innsata, og hava eisini kunnað fegnast um at hava fingið tvey mál. Tað fyrrra skoraði Maria Biskopstø í trupla útidystinum í Skotlandi, sum skotar vunnu 7-1. Tað seinna kom eisini í einum 7-1 tapi, hesaferð móti Ungarn í oysandi regni á Tórsvølli. Lea Lisberg (myndin) legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum. Føroyar hava tríggjar dystir eftir at spæla í hesari kappingini, móti Ungarn á útivølli í apríl, og móti Ukreina og Skotlandi á Tórsvølli í september.


NOVEMBER

[object Object](Foto: Magnus Fröderberg)

Eivør virðislønt: Dugnaliga sangkvinnan úr Gøtu, Eivør Pálsdóttir, varð í november heiðrað við tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta hendi á árligu handanini, sum fór fram í Skuespilhuset í Keypmannahavn í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum. Eivør er bert annar føroyingur, sum fær tónleikavirðislønina. Hin er tónasmiðurin Sunnleif Rasmussen, sum varð heiðraður við hesi virðislønini í 2002


[object Object](Mynd: Sámal Jákup Gøte)

Torubrestur: Tann elsta vindmyllan hjá Sev í Neshaga fór í fillur eina náttina í november. Nógv fólk í miðstaðarøkinum stukku upp úr svøvni ta náttina av ógvusligum torusláttri, og um morgunin kundi staðfestast, at toran millum annað hevði sligið niður í 28 ára gomlu Nordtank mylluna, ta norðastu av myllunum á Eystnesi. Myllan varð sett til netið hjá Sev í 1993, og roknað var tá ikki við, at hon fór at framleiða streym líka til 2021, so hon hevur tænt fyri seg. Í síni livitíð hevur myllan framleitt tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið, og harvið spart føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju


[object Object]

Ikon innan matlist: Meiningin var at hesir fýra menninir, skuldu kjósast ikon innan føroyska matlist á einum galladøgurða í november. Tiltakið varð útsett orsaka av smittuni. Tað er í sambandi við, at kendi danski matummælarin Bent Christensen hevur gjørt eina føroyska útgávu av síni matguid, sum hann hevur kallað FaroeBest. Tey fýra ikonini eru kokkurin Leif Sørensen, sum var við til at gera manifestið fyri nýggjan norðurlendskan mat, og var stigtakari til matstovuna Koks saman við Jóannesi Jensen, Gutti Winther, fremsti miðlari av mati og smakki í Føroyum, verturin á matstovunum "Heima í Havn", John Mikkelsen, og so maðurin, ið lærdi føroyingar at virðismeta sjóðgæti annað enn rundan hvítan fisk, kavarin Birgir Enni, sum í fleiri ár var skipari á skonnartini Norðlýsinum


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint snýtti Schmeichel í Parkini: Húsavørðurin í Runavík gjørdi tað, sum ongin spælari til tá hevði klárað í hesi HM-undankappingini, nevniliga at skora móti danska landsliðsmálverjanum Kasper Schmeichel. Fleiri túsund larmandi føroyskir áskoðarar fagnaðu rituvíkinginum í Parken, tá Klæmint Andrasson Olsen í 88. minutti setti krúllin á eitt innlegg frá Jákupi Andrasen, so bólturin fór glíðandin yvir í handaru stong uttan møguleika hjá Schmeichel at bjarga. Hetta var til støðuna 2-1 - danir vunnu 3-1. Klæmint er nú komin upp á níggju mál á landsliðnum, eitt mál færri enn Rógvi Jacobsen. Nú í 2022 er Nations League á skránni - helst fær húsavørðurin okkurt málið afturat. Mótstøðan er hesaferð eitt sindur sterkari enn seinast, vit vóru í Nations League. Vit skulu spæla móti Turkalandi, Luksemburg og Litava.


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Bjóða teimum stóru av: Kvinnuliðið hjá H71 hevur gjørt bart í evropeiskum hondbólti í heyst. Liðið, sum endaði nummar tvey í landskappingini í fjør hevur sett sær høg mál, og valdi at melda seg til evropeisku kappingina, EHF European Cup. Og kvinnurnar gjørdu ikki mætari enn at vinna bæði fyrsta og annað umfar, og sostatt - sum fyrsta føroyska hondbóltslið nakrantíð - spæla seg í triðja umfar í evropeiskari kapping. Fyrst stóð Cair-Skopje úr Makedonia fyri skotum. H71 kvinnurnar vunnu 87-54 yvir tveir dystir. Ein fyrimunur var, at H71 eftir avtalu slapp at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Í øðrum umfari bíðaði Spono Eagels úr Sveits, ið eisini gekk við til at spæla báðar dystirnar í Føroyum. H71 vann dystirnar tilsamans 65-57. Í triðja umfari bíðar ZRK Naisa Nis úr Serbia. Dystirnir skulu spælast seinni í januar


DESEMBER

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Kreppa um sammøður: Stór politisk kreppa tók seg upp í løgtinginum undan jólum, tá andstøðuuppskotið um sammøður varð samtykt. Landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard og Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, søgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at kunna atkvøða ímóti til triðju viðgerð á tingi. Men tá valdi floksfelagin, Heðin Zachariassen, at fara í farloyvi, so Annika Olsen aftur fekk sæti á tingi, og - eins og til aðru viðgerð - atkvøddi fyri uppskotinum. Eisini Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. Miðflokkurin, ið hevði hótt við at fara úr samgonguni, um málið varð samtykt, er komin á aðrar tankar, og hevur valt at halda fram í samgonguni. Men kreppan er neyvan heilt av enn, millum annað tí, at Johan Dahl hevur sagt seg ikki longur vera partur av samgonguni, so leingi Miðflokkurin er við


[object Object]
(Mynd: Miriam & Janus Photography)

Eiler og Jan Terje giftir: Eiler Fagraklett hevur seinasti árini verið fremsti stríðsmaðurin fyri rættindini hjá teimum samkyndu og øllum hinum, ið fylgjast í LGBT-felagsskapinum. Í nøkur ár hava hann og Jan Terje Edmundsson verið par, og 8. desember gingu teir báðir so í hjúnalag. Tað var Jan Dam, býráðslimur úr Kollafirði, sum stóð fyri vígsluni á ráðhúsinum í Havn. Teirra størsta ynski í sambandi við brúdleypið var, at lógin um sammóðirskap skuldi verða samtykt í løgtinginum, og tað ynski fingu teir uppfylt


[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

Omikron órógvaði jólini: Fram móti jólum fór omikrom-frábrigdið av koronasmittuni av álvara at gera vart við seg, og tað hevði við sær, at allar gudstænastur jólaaftan vórðu avlýstar. Loysnin var at halda aftansgudstænasturnar undir fríum himli, sum her í Vágsbotni í Havn


[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

B36 vann steyp og evropeiskt pláss: Aftur í ár var kappingin um løgmanssteypið ikki avgjørd fyrr enn í jólamánaðinum. NSÍ og B36 spældu seg í finaluna á Tórsvølli. Somu lið spældu seinasta umfar í landskappingini, tá vann NSÍ og tryggjaði sær harvið fjórða plássið. Men B36 vann finaluna um løgmanssteypið, tryggjaði sær harvið evropeiska luttøku í 2022, sum NSÍ harvið misti. Finalan gjørdist spennandi. Tað stóð á jøvnum, 1-1, eftir vanliga leiktíð. Onki mál kom í longdu leiktíðini, og so varð farið til brotssparkskapping, sum B36 vann 4-3.





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022

7 Leygardagur 01. Jan 2022

- Øll verða helst smittað við omikron fyrr ella seinni

Tó er umráðandi at royna at toyggja tað so nógv sum gjørligt, so at trýst ikki kemur á heilsuverkið. Hetta sigur løgmaður, ið eins og fútin heitir á fólk um ikki at halda nýggjár saman við øðrum enn teimum, ið ein er saman við dagliga

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á tíðindafundinum um koronastøðuna hósdagin heitti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á Føroya fólk um at vera ansin, nú smittutølini eru høg, og millum annað ikki savnast við øðrum, enn mann er saman við dagliga, tá nýggjárið skal hátíðarhaldast. 

Fútin og formaðurin í farsóttarnevndini legði afturat, at um ein er saman við øðrum fólkum, enn ein til dagliga er, so helst ikki vera saman fleiri enn tíggju. Eisini skal frástøðan haldast og munnbind nýtast, segði Micheal Boolsen.

Bárður á Steig Nielsen segði, at støðan er álvarsom, at fólk eru ørkymlað, og at spurningarnar eru nógvir, nú. Tó sló løgmaður fast, at sum so einki meira verður stongt og av - millum annað lata skúlar og dagstovnar upp sum ætlað eftir nýggjár - men nakrar vegleiðingar afturat koma.

- Øll verða helst smittað við omikron fyrr ella seinni. Tí snýr tað seg um, at toyggja tað so nógv sum gjørligt, so at ikki ov nógv verða smittað samstundis, so at trýst kemur á sjúkrahúsverkið. Hetta má ikki henda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

8 Leygardagur 01. Jan 2022

- Tað er óseksut at smitta onnur

- Summi halda at tað er "óseksut" at ganga við munnbindi, men tað er verri at smitta fólk, ið tú er góður við, um tú ikki ansar eftir. Fútin og formaðurin í farsóttarnevndini heitti staðiliga á fólk um at nýta munnbindi og um at koppseta seg fyri at verja seg og serliga onnur

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á stutta kunningarfundinum um koronu í Kringvarpinum tosaði Micheal Boolsen um at verja Heilsuverkið og aðrar av teimum mest umráðandi stovnunum og gøgnunum í samfelagnum móti omikron, ið smittar illa.

Frábrigdi hevur higartil ikki lagt stórt trýst á millum annað Sjúkrahúsverkið, men tann mest sentrali boðskapurin á tíðindafundinum var, at syrgjast skal fyri, at nógvir smittutilburðir, sum eru í løtuni og sum fara at koma, ikki skulu merkja stórt trýst.

Formaðurin í farsóttarnevndini minti, sum so ofta fyrr, á tilæmælini um frástøðu og reinføri, og segði at um ein gamlaárskvøld savnast við øðrum enn teimum, sum ein til dagliga er saman, so skal tað helst ikki verða saman við yvir tíggju fólkum.

Boolsen tosaði eisini aftur um munnbind og koppsetingar sum umráðandi amboð - serliga fyri at verja onnur. Júst tað við munnbind/masku hevur ikki verið nógv nýtt í Føroyum, og útfrá kanningum er tað ivasamt, hvssu nógv tað verjir, men tað er serliga umráðandi fyri at verja onnur, um ein sjálvur hevur virusið, uttan at vita av tí: 

- Summi halda at tað er óseksut at ganga við masku, men tað er óseksut (lítið eggjandi) at smitta onnur - serliga tey ið ein er góður við, og sum ein kemur tætt uppá.

[object Object]
Micheal Boolsen í munnverju, júst sum tíðindarfundurin byrjar (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

9 Leygardagur 01. Jan 2022

Landsstýrið: Fyribils vera Føroyar verandi á gula stiginum

Í løtuni er tamarhald á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt. Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Smittutølini seinastu dagarnar hava tíverri verið vaksandi. Í vikuni fór miðaltalið fyri seinastu sjey dagarnar upp um 75,, sum er vegleiðandi markið fyri reyða tilbúgvingarstiginum í ferðsluljósskipanini.

Men landsstýrið kunngjørdi í tíðindaskrivi í vikuni, at tamarhald er á trýstinum á sjúkrahúsverkinum umframt at talið av innleggingum er lágt. Tí er avgjørt fyribils at vera verandi á gula stiginum.

Landsstýrið fylgir alla tíðina neyvt við gongdini, og hevur leypandi tætt samband við heilsumyndugleikarnar og Farsóttarnevndina. Versnar støðan komandi dagarnar, kemur ein nýggj fráboðan.

Landsstýrið hevur eisini heitt á Farsóttarnevndina um at eftirmeta markvirðini í ferðsluljósskipanini, sum í sínari tíð varð ásett við støði í delta frábrigdinum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

10 Leygardagur 01. Jan 2022

Samgongan heldur fram

Tað verður einki samgonguslit - eftir fundir mánadagin og týsdagin eru flokkarnir komnir ásamt um, at arbeiðast skal víðari saman, og tað verður við sekstan í samgonguni

Bárður á Steig Nielsen vísir millum annað á, at nógv umráðaðndi mál eru gjøgnumførd, og at fleiri eru á veg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani málið um sammóður varð samtykt í vikuni undan jólum, hevur ivamál verið um, um stev kann finnast aftur í samgonguni.

Nú er so staðfest, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin fara at halda áfram.

Hetta kom fram seinnapartin mikudagin, tá Bárður á Steig Nielsen í samrøðu við útvarpið millum annað segði, at samgonguskeiðið er fýra ár, at nógv mál higartil eru framd, og at fleiri umráðandi mál eru eftir, sum samgongan vil fáa ígjøgnum.

Løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum vildi ikki koma nærri inn á nakrar av spenningunum, ið høvdu verið, og hvussu tær eru/verða loystar, men orðaði seg á tann hátt at nøkur viðurskifti eru komin uppá pláss hesar seinastu dagarnar.

Eisini segði Bárður á Steig Nielsen, at Johan Dahl framvegis er partur av Sambandsflokkinum, hóast hann ikki er partur av samgonguni sjálvur. Hann hevur verið loyalur og væntast kann, at hann fer at stuðla øllum uppskotunum hjá samgonguni, segði løgmaður.

Harvið verður talan um minnilutasamgongu, men stór mál, ið er ávegis  - so sum gongd í haga, foreldramyndugleiki (pápar) og integratiónslógin - kunnu vænast at verða gjøgnumførd.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

11 Leygardagur 01. Jan 2022

– Eg eri vísur í, at fleiri etisk mál ikki verða samtykt

Samgonguskjalið, sum varð undirskrivað fyri tveimum árum síðani, er enn galdandi, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum kennir seg vísan í, at fleiri slík mál ikki verða samtykt undir núverandi samgongu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir samgongufundin mikudagin er greitt, at núverandi samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin heldur fram, og hóast málið um sammøður varð samtykt fyri jól, kennir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum seg vísan í, at fleiri etisk mál ikki verða samtykt undir núverandi samgongu.

Tað sigur hann í samrøðu við útvarpið.

– Vit hava tað lyftið um, at samgonguskjalið, sum vit skrivaðu undir, enn er galdandi, og vit hava saman við teimum (Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, red.) roynt at bøtt um teir veikleikar, sum vóru og gjørdu, at eitt mál kom ígjøgnum. Vit kenna okkum rættiliga trygg í, at tað ikki hendir aftur.

Jenis av Rana leggur tó afturat, at mann kortini ongantíð kann kenna seg 100 prosent tryggan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

12 Leygardagur 01. Jan 2022

Eru byrjað at koppseta á Norðoya apoteki

Stóra arbeiðsbyrðan hjá sjúkrahúsinum er størsta orsøkin til, at tað nú verður Apoteksverkið, ið fer at taka sær av koppsetingunum í Norðoyggjum

Fyrstu koppsetingarnar á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi, vórðu gjørdar týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

30. desember 2020 fekk serlæknin Poul Verner ta allarfyrstu koppsetingina fyri koronu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

Síðani hava starvsfólk á tí eina av teimum trimum sjúkrahúsinum í landinum gjørt umleið 20.000 koppsetingar. Arbeiðsbyrðan hevur verið, og er, stór, og trupulleikar eru við at lyfta uppgávuna, tí starvsfólk hava seinasta árið nýtt nógva orku uppá koppsetingar.

Hetta er høvuðsorsøkin til, at starvsfólk í Apoteksverkinum nú fara at fremja koppsetingarnar. Nøkur starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi fara framvegis at vera partur av koppsetingartoyminum, men tó mest í mun til tað umsitingarliga. Hetta segði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, í samband við at tað varð kunngjørt, at Apoteksverkið fer at taka sær av koppsetingum.

Fyrstu koppsetingarnar á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi, vórðu 28. desember. Tað fer helst ikki at ganga lang tíð, til Apoteksverkið fer at koppseta í Suðuroynni eisini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2021

13 Leygardagur 01. Jan 2022

Meta um koronupassið av nýggjum 3. januar

Á tíðindafundinum, sum løgmaður hevði hósdagin, varð koronupassið als ikki nevnt. Ein skipan, sum løgmaður varð trýstur til at seta í gildi í november, hóast tað er ivasamt hvønn virknað passið hevur. Bjarni á Steig, yvirlækni, sigur, at ein broyting kann væntast, men avgerðin verður tikin um hetta 3. januar, tá farsóttarnevndin aftur hevur fund

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Koronupassið er framhaldandi galdandi sum tað er nú, men 3. januar verður fundur aftur í farsóttarnevndini, og tá kann væntast ein broyting, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá landsstýrinum.

Omikron-frábrigdi vísir seg at smittar skjótt, og hetta er hóast fólk eru koppsett upp til tríggjar ferðir. Tí kann koronupassið vera ein falskur tryggleiki. Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur áður váttað fyri Portalinum, at einki vísindaligt prógv er fyri at passið minkar um smittutrýstið, og at við omikron gerst koronupassið í roynd og vera nyttuleyst.

Enn er tað so í gildi, og tilmælið er at eitt nú at koronapass eigur at verða víst tá ein millum annað vitjar á ellisheimi, skal á matstovu, í náttarlívinum ella í ítróttarlívi.

Bjarni á Steig greiðir frá, at Farsóttarnevndin hevur viðgjørt spurningin um koronupass í dag, men hevur valt ikki at gera nakra broyting fyribils.

[object Object]Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá landsstýrinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit hava valt at hildið fast við tað nú. Hetta er so nýtt við omikron, og tað hevði verið órógvandi at gjørt nakra broyting nú áðrenn nýggjár, segði Bjarni á Steig, yvirlækni, við Portalin.

Hann sigur, at hetta er líka nógv eitt pass til útheimin, og eisini til okkara sjófólk. Tí hava vit hildið fast í passinum.

Yvirlæknin ger tó vart við at hetta ikki er ein politiviðtøka, og tað eru stovnarnir, matstovur ella fyrireikararar av einum tiltaki, sum sjálvir syrgja fyri at fylgja tilmælunum um at krevja koronupass.

Eitt galdandi koronupass er tvær koppsetingar ella fleiri, váttan um fyrrverandi smittu ella ein koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

14 Leygardagur 01. Jan 2022

Eingin gudstænasta á nýggjárinum

Leiðslan í Fólkakirkjuni mælir til, at ongar gudstænastur verða um ársskiftið

(Mynd: Vestmanna kirkja)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Korona forðar eisini fólki  í at fara í kirkju á nýggjárinum.

Tí við støði í tíðindafundinum, sum løgmaður helt hósdagin og neyvum samskifti við læknafrøðiliga myndugleika, mælir leiðslan í Fólkakirkjuni til, at ongar gudstænastur verða á nýggjárinum.

Hvørki nýggjársaftan, nýggjársdag ella í morgin, sunnudagin 2. januar.

Hesum boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðuni.

- Aðrar kirkjuligar tænastur mega lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2021

15 Leygardagur 01. Jan 2022

Hafnia letur aftur í nakrar mánaðir

Orsøkin er ein stór umvæling. Virksemið hjá Hotel Hafnia verður á Hotel Brandan næstu tríggjar mánaðirnar ella so

Øll kømrini skulu dagførast, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánaðarskifti mars/apríl. Væntað verður at tá kann Hotel Hafnia lata uppaftur. 

Eyðkenda gistingarhúsið á Áarvegnum fer nú at lata aftur fyribils vegna umvælingar. 

Hetta sigur Pætur Trond Thomsen, stjóri, við Kringvarpið.

Talan er um eina stóra umvæling/dagføring: Øll kømrini vera dagførd, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast, skrivar kvf.fo.

Tað var í 2018, at Pf. Smyril Line yvirtók gistingarhúsið, ið er frá 1951, og 1. juli í fjør lat Pf. Hotel Hafnia 4-stjørnaða ráðstevnuhotellið Hotel Brandan upp. Tað er júst á Hotel Brandan, at virksemi hjá Hafnia verður, meðan umvælingin fer fram.

Tá hon er liðug, skal Hafnia millum annað hava møguleikan at fáa Green Key góðkenningin, sum er ein viðurkenning fyri burðardygd og endurnýtslu innan ferðavinnuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2021

16 Leygardagur 01. Jan 2022

Dunna, ovát og frídagur triðja jóladag

Um jólini spurdi Portalurin lesararnar ymsar spurningar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jólaaftan, jóladag og annan jóladag setti Portalurin lesarum sínum nakrar spurningar um ymiskt, sum hevur við høgtíðina at gera.

Jólaaftansmorgun varð spurt um, hvat stóð á matarlepanum fyri kvøldið. Nógv tey flestu ótu dunnu ella gás, men tað framvegis fleiri sum eta ræst kjøt ella ræstan fisk jólaaftan.

[object Object]

At eta seg um rygg eru vit nógv sum kenna til. Serliga á jólum, og tað vísti atkvøðugreiðslan jóladag eisini.

[object Object]

Fyri fleiri var mánadagurin ein vanligur arbeiðsdagur. 2. jóladag spurdi Portalurin lesarar sínar, um triði jóladagur skuldi verið frídagur. Hóast tað ikki er púra greitt, so er ein hampiligur meiriluti fyri, at triði jóladagur eigur at vera frídagur.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2021

17 Leygardagur 01. Jan 2022

Heilsuverkið raðfest fyri 71 milliónir krónur

Reyði tráðurin er viðgerðartrygdin, og landsstýrismaðurin fegnast um, at tað er eydnast at fáa hana kjølfesta eftir so stuttari tíð

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu tvey árini eru uppraðfestingar gjørdar á at kalla øllum økjum í heilsuverkinum, og gongdin heldur fram næsta ár. Reyði tráðurin er viðgerðartrygdin, og landsstýrismaðurin fegnast um, at tað er eydnast at fáa hana kjølfesta eftir so stuttari tíð. Stórur dentur er eisini lagdur á millum annað endurvenjing og psykiatriina.

71 milliónir krónur í uppraðfestingum í føroyska heilsuverkinum upp á trý ár. Tað sigur støðumyndin, nú valskeiðið er væl og virðiliga hálvrunnið, og vit kenna veruligu játtanirnar tey fyrstu tvey árini av skeiðinum og raðfestingarnar í fíggjarlógini fyri næsta ár.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um, at tað er eydnast at halda kósina, ið sett varð á heilsuøkinum, tá samgongan var skipað, og at fleiri av málunum longu eru rokkin.

Ein aðaltáttur í verandi heilsupolitikki er viðgerðartrygdin, og hon sæst eisini aftur sum ein reyður tráður í faktisku raðfestingunum í 2020 og 2021 og teimum, sum eru stungnar út í kortið í fíggjarlógini fyri 2022.

Ein liður í nýggju krabbameinsætlanini, sum verður handa í næstum, verður viðgerðartrygd - eingin krabbameinssjúklingur skal bíða longri enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

- Viðgerðartrygdin er ein grundarsteinur í okkara heilsupolitikki, og tað gleðir meg almikið, at tað er eydnast at fáa hana so væl kjølfesta, sum hon er, upp á eitt hálvt valskeið. Á fleiri týðandi økjum er málið um viðgerðartrygd longu rokkið, og tað er galdandi bæði innan sjúkugreining, viðgerð og endurvenjing. Tað hevur sjálvandi kostað nógvar pengar, men kortini hevur rúm eisini verið fyri at lyfta onnur týdningarmikil øki í heilsuverkinum upp, eitt nú alla endurvenjingina og psykiatriina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Av stóru upphæddunum, sum beinleiðis knýta seg at viðgerðartrygdini, kunnu nevnast 3,2 milliónir krónur, sum vórðu játtaðar til serlæknar í bæði 2020 og 2021, tað eru tilsamans 6,4 milliónir krónur. Í fíggjarlógini fyri næsta ár eru raðfestar 1.7 milliónir krónur at seta fleiri kommunulæknar, sum eisini er ein liður í viðgerðartrygdini. Tvær milliónir krónur eru eisini settar av til at styrkja atkomu til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og barna- og ungdómssálarfrøðiviðgerð, tí viðgerðartrygdin fevnir eisini um tað psykiatriska økið.

Endurvenjingin – sum sjálvsagt eisini er umfatað av viðgerðartrygdini – hevur verið høgt raðfest øll árini. Í 2020 og 2021 eru tilsamans 3,6 milliónir krónur játtaðar beinleiðis til endurvenjing á øllum trimum sjúkarahúsunum, og á fíggjarætlanini fyri 2022 eru tvær milliónir krónur afturat settar av til endamálið.

Harumframt eru bíðitíðirnar til MR-skanningar og til viðtalur á neurologiska ambulatoriinum styttar, eftir at í 2020 og 2021 vórðu játtaðar tilsamans 750 t.kr. til víðkaðar upplatingartíðir til MR-skannaran, og í 2020 vórðu 500 t.kr. játtaðar til neurologiska ambulatoriið.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

18 Leygardagur 01. Jan 2022

Smitta føroysk heilsustarvsfólk í donskum miðlum

Føroyskir granskarar og heilsustarvsfólk hava kunngjørt grein á heilsuvísindaligum portali

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danskir miðlar skrivaðu í vikuni um støðuna hjá føroyska sjúkrahúsverkinum fyrst í desember, tá fleiri heilsustarvsfólk blivu positiv við koronu.

Tað er greinin á heilsuvísindaportalinum Medrxiv um omikron í Føroyum, sum verður brúkt sum kelda. Greinin varð kunngjørd tollaksmessudag.

Fyrstu varnu niðurstøðurnar hjá føroyskum granskarum og heilsustarvsfólkum er:

- Omikron smittar sera skjótt og illa, og kann eisini raka tey, sum eru koppsett tríggjar ferðir. Hinvegin, so gerast tey flestu ikki serliga sjúk av hesum variantinum.

Høvundarnir eru Gunnhild Helmsdal, Olga Kristina Hansen, Lars Fodgaard Møller, Debes H Christiansen, Maria Skaalum Petersen og Marnar Fríðheim Kristiansen.

Tey hava greinað allar staðfestu tilburðirnar í einum bólki av starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, sum hittust til privat tiltak tíðliga í desember. 21 av 33 luttakarum vórðu smittað. Hetta hóast tey øll høvdu fingið tríggjar koppsetingar, og høvdu eina negativa koronukanning, sum var minni enn 36 tímar gomul.

Sjúkueyðkennini eru lýst og samanborin við vitan um undanfarnu variantarnar. Øll høvdu sjúkueyðkenni, eingin var asymptomatiskur. Úrslitini benda á, at færri missa smakk og luktisans enn áður. Yvirhøvur sær sjúkugongdin hjá teimum sum eru koppsett út til at vera mildari enn áður.

Heitið á greinini er: “Omicron outbreak at a private gathering in the Faroe Islands, infecting 21 of 33 triple-vaccinated healthcare workers.” Hon er fyribils almannakunngjørd sum preprint, tí hon er enn ikki javnlíkamett. Metingin av greinini er í gongd, skrivar gransking.fo.

Øll greinin kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2021

19 Leygardagur 01. Jan 2022

Í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski

Í miðal búgva fleiri fólk í hvørjum húski í Føroyum enn í Danmark, og eisini er stórur munur á býtinum millum húskisstøddir, vísa tøl hjá Hagstovuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í miðal búgva fleiri fólk í hvørjum húski í Føroyum enn í Danmark. Sambært Hagstovuni búgva í miðal 2,85 fólk í hvørjum húski í Føroyum, meðan talið er 2,1 í Danmark.

Verður hugt at býtinum millum húskisstøddir í Føroyum og í Danmark, eru stórir munir. Eitt nú eru fleiri húski við einum vaksnum og ongum børnum í Danmark. Hesi eru 25 prosent av øllum húskjum í Føroyum, meðan tey í Danmark eru 38 prosent. Húski við einum vaksnum við børnum telja fýra prosent í Føroyum, og seks prosent í Danmark.

Í Føroyum eru 15 prosent av húskjunum við trimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum, meðan hesi telja seks prosent í Danmark. 13 prosent av húskjunum í Føroyum hava trý ella fleiri vaksin við børnum. Hesi telja einans tvey prosent í Danmark, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2021

20 Leygardagur 01. Jan 2022

Annfinnur Garðalíð afturvaldur

Hann fer harvið undir sítt áttanda ár í sessinum - hetta er greitt, eftir at Føroya Skipara- og Navigatørfelag í vikuni hevði aðalfund og nevndarfund. Ein broyting er í nevndini, ið telur ellivu mans

Arnfinnur Garðalíð og næstformaðurin Elias Zachariasen hava verið í sessunum síðani 2014 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði týsdagin aðalfund á Hilton Garden Inn í høvuðsstaðnum, har formaðurin seinastu sjey árini, Annfinnur Garðalíð, varð afturvaldur at standa á odda fyri felagnum komandi árið. Ein nevndarlimur segði seg frá, og í hansara stað er Finnbogi Berg nývaldur.

Sum siður er, hava manningarfeløgini aloftast aðalfund millum jóla og nýggjárs, tí tá eru flestu limirnir heima í jólafrí. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Formaðurin verður ikki valdur á sjálvum aðalfundinum, men verður valdur av nevndini, boðar felagið frá, og á nevndarfundinum beint eftir aðalfundin, varð sitandi formaður, Annfinnur Garðalíð, afturvaldur sum formaður fyri komandi árið.

Hann fer sostatt undir sítt áttanda ár sum formaður fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Somuleiðis var Elias Zachariasen afturvaldur sum næstformaður í felagnum. Eins og formaðurin varð hann eisini valdur sum næstformaður í 2014. 

Hinir í nevndini eru Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Niels Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Jóhan Eli L. Poulsen, Jón Bogi Guttesen, Kristian Oskar Henriksen og Finnbogi Berg. Síðstnevndi er nývaldur og er komin í nevndina fyri Leiv Christiansen, ið ikki ynskti at stilla uppaftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2021

21 Leygardagur 01. Jan 2022

Frank Jacobsen settur í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla

Frank, ið hevur verið lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt seinastu árini, tekur við nýggja starvinum 5. januar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Frank Jacobsen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Sumbiar skúla.

Frank er 54 ára gamal og tók læraraprógv í 2009 og bachelorískoyti í 2010. Umframt skeið í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum og eftirútbúgvingarskeið, hevur Frank tikið diplom á masterstigi í vegleiðing í 2015, har partar av útbúgvingini snúgva seg um leiðslu, persónliga leiðslu, strategiska leiðslu og leiðslu av stovni. Frank hevur harumframt útbúgving sum marknaðarøkonom í 1998, umframt útbúgving sum ferðaleiðari, og hevur eisini fingist við ferðavinnu síðani 1991.

Frank hevur undirvísingarligar royndir umframt drúgvar royndir innan serundirvísing. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlavegleiðari, skeiðshaldari og flokslærari, umframt leiðsluroyndir frá privatum virksemi og í samkomuhøpi. Frank hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Frank tekur við starvinum sum fyrstilærari í Sumbiar skúla tann 5. januar 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

22 Leygardagur 01. Jan 2022

Føroya Landsstýri latið 800.000 krónur til altjóða hjálparflogfelagið MAF

Hetta er størsta almenna gáva, sum MAF Danmark og MAF Føroyar nakrantíð hava fingið. Gávan, sum er latin av játtanini til menningarsamstarv, skal nýtast til at flúgva vaksinur út til fjarskotin øki, sum eru torfør at røkka

- Síðsta árið er tað vorðið alt meira sjónligt, hvønn týdning vaksinur hava. Tað er av alstórum týdningi, at vaksinur verða atkomiligar fyri øll menniskju í øllum londum, og ikki bara í teimum ríku londunum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Landsstýri hevur latið 800.000 krónur til altjóða hjálparflogfelagið MAF. Hetta er størsta almenna gáva, sum MAF Danmark og MAF Føroyar nakrantíð hava fingið.

Gávan, sum er latin av játtanini til menningarsamstarv, skal nýtast til at flúgva vaksinur út til fólk í londum, har myndugleikarnir hava biðið um hjálp til tryggan flutning.

Koronavaksinur verða ofta fluttar saman við øðrum vaksinum, sum eru við í vaksinasjónsskipanum í einstøku londunum.

Veitingin er komin í lag, eftir at MAF Føroyar søkti um lut í menningarsamstarvinum, sum uttanríkismálaráðið varðar av, til at flúgva vaksinur til menniskju, ið annars ikki hava atgongd til vaksinur.

- Síðsta árið er vorðið alt meira sjónligt, hvønn týdning vaksinur hava. Vit í Føroyum vilja eisini vera við í arbeiðinum at fáa vaksinur út til fjarskotin øki, sum eru torfør at røkka. Tað er av alstórum týdningi, at vaksinur verða atkomiligar fyri øll menniskju í øllum londum, og ikki bara í teimum ríku londunum. Hetta kann MAF tryggja, m.a. við hjálp úr Føroyum  siga Símun J. Hansen og Jákup Heinesen leiðarar í MAF Føroyar.

WHO, UNICEF og landsmyndugleikar í teimum einstøku londunum velja at brúka MAF til at flyta vaksinur, tí vaksinur kunnu oyðileggjast, um tær verða ov heitar. MAF kann flyta vaksinurnar skjótt og kalt, tí flogførðini nú hava fingið útgerð og góðkenning til at flúgva vaksinur til fjarskotin øki.

MAF stendur fyri Mission Aviation Fellowship



[object Object]


[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2021

23 Leygardagur 01. Jan 2022

Desmond Tutu deyður

Víðagitni suðurafrikanski erkibiskupurin og mannarættindastríðsmaðurin andaðist 2. jóladag, 90 ára gamal

Desmond Tutu andaðist sunnudagin, 90 ára gamal (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Víðagitni suðurafrikanski erkibiskupurin og mannarættindastríðsmaðurin, Desmond Tutu, er deyður, upplýsti suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, í fráboðan um jólini.

Hann andaðist sunnudagin í Cape Town, 90 ára gamal, skrivar Ritzau.

Desmond Tutu spældi ein týðandi leiklut í stríðnum móti apartheidstýrinum, og fekk hann m.a. friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiði sítt í 1984. Tvey ár seinni gjørdist hann fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika.

Cyril Ramaphosa, forseti, sigur, at deyði hansara er enn ein kapittul av sorg í teirra farvæl til eitt ættarlið av framúrskarandi suðurafrikanarum, sum sum hava bjargað Suðurafrika.

Eftir at apartheidstýrið fall í 90unum, spældi Desmond Tutu ein stóra leiklut í suðurafrikonsku royndini at sameina tey hvítu og tey littu. Í 1994 varð hann útnevndur av Nelson Mandela til at standa á odda fyri einari nevnd, sum skuldi kortleggja mannarættindabrot undir apartheid. Seinni hevur Desmond Tutu eisini gjørt vart við seg í kjakinum um veðurlagsstríðið.

Seinastu árini helt hann seg tó meira fyri seg sjálvan, og stríddist hann eisini við prostatakrabba í tvey áratíggju.

Desmond Tutu var giftur Nomalizo Leah Shenxane. Tey høvdu verið gift síðan 1955, og fingu tey fýra børn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2021

24 Leygardagur 01. Jan 2022

Kanning: Brexit hevur gingið illa

Eitt ár er liðið, síðan bretar endaliga fóru úr ES, og sambært einari meiningakanning, heldur meginparturin av veljarunum, at Brexit hevur gingið illa

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú er eitt ár síðani, at Stórabretland endaliga fór úr ES, og fimm og eitt hálvt ár eru liðin, síðan fólkaatkvøðuna, har ein meiriluti atkvøddi fyri at fara úr ES.

Men meirilutin heldur ikki, at skilnaðurin millum Stórabretland og ES – Brexit – hevur eydnast væl.

Ein kanning vísir, sambært The Guardian, at seks av tíggju veljarum eru ónøgdir við gongdina.

42 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri at fara úr ES á sumri í 2016 eru ikki nøgd við, hvussu Brexit hevur eydnast higartil. 26 prosent søgdu, at tað hevði gingið verri enn væntað, meðan 16 prosent søgdu seg hava roknað við, at tað fór at ganga illa, og at tað hevði víst seg, at tey høvdu rætt.

Av teimum, sum atkvøddu ímóti at fara úr ES, hildu 86 prosent, at tað hevði gingið illa ella verri enn væntað. Tilsamans 14 prosent av teimum spurdu hildu, at Brexit hevði eydnast betri, enn tey høvdu væntað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2021

25 Leygardagur 01. Jan 2022

Sleppa ikki at ferðast uttan ein mannligan familjulim

Taliban-stýrið í Afghanistan hevur boðað frá fleiri avmarkingum fyri kvinnur í landinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kvinnur í Afghanistan sleppa ikki at ferðast longri enn 72 kilometrar, um tær ikki eru saman við einum mannligum familjulimi, sigur Taliban-stýrið í Kabul.

Heitt verður eisini á hýruvognsførarar um ikki at koyra við kvinnuligum ferðafólkum, um tær ikki eru í hijab (eitt turriklæð, sum fjalir hár, háls og akslar, sum flestu kvinnurnar í Afghanistan eru farnar at ganga við, eftir at Taliban hevur afturtikið valdið í landinum, red.).

Umframt hetta hava hýruvognsførarar fingið boð um, at teir skulu fáa sær skegg og taka steðgir fyri at biðja.

Taliban tók valdið í Afghanistan í august, og síðani hevur nýggja stýrið sett í gildi nógvar avmarkingar, sum serliga ávirka gerandisdagin hjá kvinnum og gentum.

Nýggja Taliban-stýrið hevði annars lovað, at tey fóru ikki at vera eins strang, og tey vóru seinast Taliban-rørslan hevði valdið í 199unum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2021

26 Leygardagur 01. Jan 2022

Google fingið stóra bót frá russiskum dómstóli

Google hevur fleiri ferðir noktað at strika innihald, sum í Russlandi verður mett ólógligt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jólaaftan varð KT-risin Google dømdur av einum russiskum dómstóli at rinda eina bót á tað, sum svarar til 643 milliónir krónur.

Orsøkin er, at Google fleiri ferðir hevur noktað at strikað innihald, sum í Russlandi verður mett at vera ólógligt. Talan er m.a. um innihald frá bólkum og felagsskapum, sum Russland hevur flokkað sum ekstremistiskar ella sum yvirgangsbólkar, eitt nú felagsskapir hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj.

Tey, ið finnast at russisku stjórnini halda hetta vera ein roynd at fáa meira eftirlit við netinum, og hetta hóttir frælsið hjá bæði privatpersónum og vinnulívinum, siga tey.

Stjórnin í Moskva hevur seinastu týðina økt strýstið á stóru KT-fyritøkurnar. M.a. krevur Russland eisini, at tær strika innihald um m.a. rúsevnismisnýtslu og heimagjørd vápn og spreingievni.

Fleiri smærri fyritøkur hava fingið bót í ár, men eingin av teimum hevur verið so stór sum tann, sum Google fekk herfyri. Talan er um eina upphædd, sum svarar til umleið átta prosent av inntøkunum hjá Google úr Russlandi.

Google hevur eisini fyrr í 2021 fingið fleiri smærri bøtur fyri at vísa innihald, sum Russland metir er ólógligt, men sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð, at ein russiskur dómstólur hevur útskrivað eina bót á eina upphædd, sum er mett útfrá inntøkunum hjá einari fyritøku.

Google sigur við Reuters, at tey fyrst fara at hyggja nærri at avgerðini hjá dómstólinum, áðrenn tey taka avgerð um næsta stigið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2021

27 Leygardagur 01. Jan 2022

Finland letur upp risastórt kjarnorkuverk

Um stutta tíð fer Finland at lata upp eitt nýtt stórt kjarnorkuverk, sum fer at framleiða 14 prosent av samlaðu elorkunýtsluni í landinum. Streymurin er grønur, og CO2 útlátið er sera lítið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nýggja kjarnorkuverkið á oynni Olkiuoto er nógv seinkað. Tað skuldi byrja framleiðsluna í 2009. Nú hetta loksins hendir, er frøðin stór í Finlandi, tí við hesum orkuverkinum verður landið minni heft at orku úr útlandinum. Tað er eisini nettupp ein av orsøkunum til, at kjarnorka hevur so stóra undirtøku í Finlandi. Søguligar orsøkir eru til tess út frá royndunum at hava verið bundið at orku úr grannalandinum Russlandi. 

Hóast útbygging av kjarnorku er sera dýr, so telur óttin fyri at vera ov heft at russiskari orkuveiting meira enn óttin fyri avleiðingum av kjarnorku skrivar danska blaðið Berlingske Tidende. 

Kjakið um kjarnorku hevur av álvara tikið seg upp aftur í Evropa í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum. Eftir at nógv lond havt vent kjarnorkuni bakið m.a. eftir kjarnorskuvanlukku í Japan nøkur ár herfyri, er kjarnorkan nú aftur partur av orkukjakinum. 

Lond eru rættiliga ójøvn á máli um útbygging av kjarnorku. T.d. eru lond sum Danmark, Svøríki og Týskland ímóti kjarnorku sum framtíðar orkukelda. Onnur lond so sum Frakland, Bretland og fleiri av londunum í Eysturevropa eru fyri kjarnorkuni, tí hon loysir nógv av orkutørvinum uttan at skaða umhvørvið. 

Hinumegin eru so tey, sum ávara ímóti framtíðar vandum frá óhappum frá kjarnorkuverkum, sum vit hava fleiri dømi um longu. Kortini verður eisini víst á, at nýggju kjarnorkuverkini kunnu als ikki samanberast við tey gomlu. Tey nýggju eru nógv tryggari. Ímóti tí verður so aftur víst á vandan at goyma kjarnorkuburturkast. So tað gongur báðar vegir og eyðkennir tí eisini kjakið. 

Tað eru so eisini tey, sum halda, at menning av kjarnorkuni er alt ov kostnaðarmikil í mun til vanligu varandi orkukeldurnar so sum vind og sól. 

Eisini drúgva tíðin til at byggja eitt kjarnorkuverk birtir uppundir ivan og mótstøðuna móti kjarnorku sum framtíðar orkuveiting


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

28 Leygardagur 01. Jan 2022

Putin: ES lond sjálvi ábyrgd av høgu gassprísunum

Tey mugu góðkenna Nord Stream 2 gassleiðingina fyri at fáa prísin at lækka aftur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Høgi gassprísurin er ein hóttan móti Evropa. Í farnu viku setti prísurin nýtt met og var nærum 800 prosent hægri enn við ársbyrjan 2021. Síðani lækkaði prísurin aftur og var jólaaftan 400 prosent hægri.

Russland er størsti veitarin av gassi til evropeiska marknaðin og hevur í eina tíð verið fyri hørðum kritikki fyri at misbrúka sína støðu sum gassveitari mótvegis eitt nú ES.

Nú sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært Reuters, at ES londini sjálvi  hava ábyrgdina av teimum høgu prísunum. Hann heldur, at prísmetini stava frá, at ES lond selja víðari bíligt russiskt gass til nógv hægri prís til onnur lond í felagsskapinum. 

Í løtuni nøktar Russland 35 prosent av gasstørvinum hjá ES. Størri veitingar av gassi til ES marknaðin fara heilt víst at minka um prísirnar skal Putin hava sagt undir einum stjórnarfundi í Kreml. 

Putin sigur eisini, at ES má góðkenna nýggju gassleiðingina Nord Stream 2 fyri at lækka prísirnar. Henda nógv umstrídda verkætlanin vekir stóra mótstøðu bæði frá USA og eysturevropeiskum londum, sum halda,at gassleiðingin fer at gera ES enn meina bundið at russiskum gassi. Gassleiðingin varð klár at taka í brúk í september, men bíðar framvegis eftir endaligu góðkenningini frá bæði Berling og Brussel. 

Leingi hevur verið tosað um avleiðingarnar, sum ein kaldur vetur fer at hava fyri gassprísin. Men higartil hevur hann so ikki gjørt um seg sum stúrt fyri. Í fleiri londum í Evropa kemur høgi gassprísurin sera óvart á bæði húsarhald, myndugleikar og vinnuna, nú korona eisini ger um seg av álvara við nýggja frábrigdinum omikron. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2021

29 Leygardagur 01. Jan 2022

Oljuprísur nærkast aftur 80 dollarum

Hóast omicron frábrigdið ger um seg í nógvum londum, og tað ávirkar virksemið, heldur oljuprísurin fram við at hækka

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Seinnapartin mánadagin var oljuprísurin komin upp á 78,8 dollarar fyri tunnuna, ein vøkstur eftir jólahøgtíðina uppá 3,8 prosent skrivar Bloomberg. Undan omikron var prísurin eitt skifti nærum 86 dollarar, men tá nýggja korona frábrigdið fekk fastatøkur, var prísurin eitt skifti niðri á 68 dollarum. Samanumtikið er oljuprísurin vaksin við 14,7 prosent bara í desember. 

Ein orsøk til at omikron ikki hevur ávirkað oljuprísin er tann, at fylgjurnar av omikron eftir øllum at døma eru nógv minni álvarsligar enn hildið varð frá byrjan. Hildið verður at vaksinerað ikki gerast so sjúk av nýggja frábrigdinum. 

Annars hevur omikron nú størri avleiðingar í USA enn delta frábrigdið. Sama støða ger seg galdandi í Kina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2021

30 Leygardagur 01. Jan 2022

Ári Mohr Jónsson aftur til barndómsfelagið

Eftir fýra ár í norskum fótbólti leitar havnarmaðurin sær aftur til HB

Ári Mohr Jónsson (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir fýra ár í norskum fótbólti vendur Ári Mohr Jónsson aftur til HB.

Hesum boðaði HB frá nýggjársaftan. Sáttmálin er galdandi tvey tey næstu kappingarárini.

Ári er uppvaksin í HB, men fór sum ungur til Danmarkar, og spældi í nøkur ár við Silkeborg, har hann fekk spælitíð í bæði Superliguni og donsku steypakappingini. Í 2016 kom hann heim aftur, og spældi 48 dystir fyri besta mansliðið hjá HB, áðrenn hann í 2018 aftur valdi at royna eydnuna uttanlands. Hesa ferð í Noregi hjá felagnum Sandnes Ulf.

Seinnu árini er hann blivin fastur maður í landsliðshópinum, og hevur spælt 11 landsdystir, og hevur skorað eitt mál. Tað var í Nations League-dystinum móti Malta í 2020.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2021

31 Leygardagur 01. Jan 2022

Jóannes Kalsø Danielsen til Næstved

Føroyameistararnir missa 24 ára gamla høgrabakkin, sum fer til Næstved Boldklub at spæla

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóannes Kalsø Danielsen skiftir bláu meistaratroyggjuna í Klaksvík út við grøna Næstved Boldklub-troyggju.

Hesum boðaði Næstved Boldklub frá í vikuni.

[object Object](Mynd: Næstved Boldklub)

- Eg havi valt skiftið til Næstved, tí tað er eitt felag sum flytir seg fram á leið aftur, og er á einari ferð, sum eg fegin vil vera við á.

- Framtíðarmálini hjá Næstved eru tey somu sum míni mál, og eg gleði meg at geva alt sum eg havi fyri Næstved, sigur klaksvíkingurin við heimasíðuna hjá felagnum.

Jóannes Kalsø Danielsen hevur gjørt seg galdandi í fleiri ár, og hevur í fleiri førum eisini verið á A-landsliðnum.

Næstved liggur á odda í triðbestu donsku deildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2021

32 Leygardagur 01. Jan 2022

Royndur málverji aftur í KÍ-málinum

42 ára gamli Meinhardt Joensen verður aftur at síggja á besta liðnum hjá KÍ

(Mynd: KÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kristian Joensen, sum í fjør misti plássið í KÍ-málinum til danan Mathias Rosenørn, er farin til EB/Streym, og meistararnir í Klaksvík hava tí leitað sær eftir nýggjum málverja.

Sáttmáli er undirskrivaður við roynda málverjan Meinhardt Joensen.

42 ára gamli málverjin hevur skrivað undir eitt árs sáttmála við KÍ. Meinhardt er kendur í KÍ, har hann fekk debut í bestu deildini í ár 2000. Samanlagt hevur Meinhardt leikt 334 dystir í bestu deildini.

- Ætlanin er, at Meinhardt Joensen skal hjálpa KÍ hópinum komandi ár, nú Kristian Joensen hevur takkað fyri seg í KÍ, sigur felagið á heimasíðuni.

[object Object]Meinhardt Joensen var eitt skifti í 2020 málverji hjá TB (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

33 Leygardagur 01. Jan 2022

Enn ein HB’ari leitar sær norðeftir

Mads Boe Mikkelsen fer aftaná René Shaki Joensen úr HB og til KÍ

Mads Boe Mikkelsen, her ímóti Maccabi Haifa á Tórsvølli í summar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

22 ára gamli Mads Boe Mikkelsen sum seinasta hálvtannað árið hevur leikt við HB, fer framyvir at spæla í bláa búnanum hjá klaksvíkingum.

Hesum boða meistararnir frá á heimasíðuni mikudagin.

Mads er sostatt næsti HB’arin í røðuni, sum leitar sær norðureftir í vetur. Fyrr í ár boðaði KÍ frá, at René Shaki Joensen hevði gjørt sáttmála við felagið.

Mads Boe Mikkelsen, sum hevur føroyska mammu, hevur umboðað Danmark á U17 landsliðnum, og hevur umboðað Føroyar á U21 landsliðnum. Harumframt hevur hann spælt fýra Superliga-dystir fyri Vendsyssel, eins og hann eisini hevur spælt í donsku 1. deild. Mads var partur av AGF, har hann spældi sum ungdómsleikari, áðrenn hann skifti til Vendsyssel.

- Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein móti einum í álopsstøðu. Mads er vongur sum kann spæla í báðum síðum. Hann hevur eisini royndir sum bakkur og sum álopskendur miðvallari, skrivar KÍ um skiftið.

- Mads hevur havt tilboð úr m.a. Danmark, men hevur valt KÍ, tí at felagið hevur eitt professionelt umhvørvi, er í stórari menning og hevur høgar ambitiónir, sigur KÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

34 Leygardagur 01. Jan 2022

Fýra leikarar úr ÍF til Skála

Jákup Nolsøe Olsen, Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen og Ari Ellingsgaard, sum allir spældu við niðurflytarunum í ÍF í fjør, hava skrivað sáttmála við Skála

Steinbjørn Olsen sum í fjør spældi við ÍF hevur annars verið rundan um og í hópinum hjá KÍ seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skála, sum eftir at hava verið og vent í næstbesu deildini, næsta kappingarár aftur spælir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, kunngjørdi á jólum fýra nýggjar leikarar.

Allir teirra spældu við niðurflytaranum, ÍF, hetta kappingarárið.

23 ára gamli málverjin Jákup Nolsøe Olsen og 18 ára gamli Emil Weihe Joensen hava gjørt tvey ára sáttmála meðan Steinbjørn Olsen og Ari Ellingsgaard hava sáttmála sum er galdandi fyri kappingarárið 2022.

Skála skrivar millum annað soleiðis:

Nýggjur málmaður komandi ár verður Jákup Nolsøe Olsen. Hann verður 23 ára gamal fyrsta dagin, og kemur úr ÍF, har hann hevur verið fastur málmaður í nógv ár. Talan er um ein tvey ára sáttmála, og vit fegnast yvir at kunna bjóða Jákup vælkomnan til Skála. 

Ein annar spennandi ungur leikari, ið kemur at leika við Skála komandi ár er Emil Weihe Joensen. Hann er 18 ára gamal, og hevur undanfarna kappingarár leikt við ÍF, og frammanundan tað við B36. Eisini hevur Emil royndir frá ungdómslandsliðum. Emil hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið. Spennandi verður at síggja hendan unga mannin á miðvøllinum komandi kappingarár. 

Eisini er Steinbjørn Olsen úr Klaksvík nýggjur leikari á Skála. Steinbjørn er royndur leikari, og hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, áðrenn hann í fjør royndi eydnuna við ÍF. Steinbjørn er 25 ára gamal. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022. 

Harumframt er Ari Ellingsgaard eisini klárur at tørna út fyri Skála komandi Kappingarár. Ari er úr Fuglafirði, men býr saman við konuni Gurðið á Strondum. Ari er 28 ár, og hevur flest øll árini leikt við barndómsfelagnum ÍF, tó at hann hevur okkurt árið við NSÍ og EB/Streymi á CV’num eisini. Ari hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2021

35 Leygardagur 01. Jan 2022

Jasper Van Der Heyden til 07 Vestur

Belgiarin kom til AB í 2020, men leikti kappingaríð í fjør við KÍ

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jasper Van Der Heyden hevur undirskrivað við 07 Vestur og skal styrkja um hópin hjá Magnus Powell, ið hevur høg mál til komandi kappingina, eftir 6. plássi í ár. Jasper flytir beinanvegin vestur úr KÍ, og fær væntandi ein týðandi leiklut framyvir, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.

26-ára gamli belgiarin kom annars til upprunaliga til AB úr Thrótti í Íslandi í 2020. Tað eydnaðist ikki AB at vera verandi í deildini so Jasper, sum, hóast hetta, hevði havt eitt gott kappingarár, flutti til klaksvíkar. Á Argjum fekk hann 26 dystir og skoraði 3 mál, og, á besta liðinum hjá, KÍ, 14 dystir og 5 mál, umframt nakrar dystir í 1. deild.

Álopskendi miðvallarin er úr Belgia, har hann ungdómsárini leikti í Lierse SK áðrenn hann royndi seg í ymsum feløgum. Tíðliga í 2018 flutti hann so til Thrótt í Íslandi haðani hann kom til Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2021

36 Leygardagur 01. Jan 2022

Høgni Egilstoft Nielsen aftur í 07 Vestur næsta kappingarár

Hann kom aftur í fjør eftir drúgvan skaða í fyrsta umfari í 2020

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høgni Egilstoft Nielsen, ið kom aftur í farna kappingarári eftir drúgvan skaða, hevur gjørt nýggjan sáttmála við 07 Vestur, og verður sostatt eisini ein týðningarmikil leikari fyri venjaran, Magnus Powell.

Í fyrsta umfarinum í 2020 var Høgni óheppin og fekk ein álvarsligan knæskaða, sum gjørdi at hann ikki spældi aftur fyrr enn í fjórða umfari av kappingini í 2021. Síðan spældi hann seg varliga í form, eisini umvegis nakrar dystir í 2. deild. Út á kappingarárið gjørdist hann fastur maður aftur, og endaði kappingarárið sera væl á høgra bakki við tveimum málum.

[object Object](Mynd: 07 Vestur)

24-ára gamli sandavágsmaðurin er, hóast ungan aldur, mest leikandi av enn aktivu leikarunum hjá 07 Vestur, við 176 dystum á besta liði felagsins. Í ár hevur hann tikið Jovan Radinovic-Panic og Tórstein Mýlingstind aftur, og er sostatt eisini 4. mest leikandi samanlagt, bert aftanfyri Tór-Ingar Akselsen (216), Holgar Durhuus (202) og Jóannis á Steig (178)

Tað eru longu heili átta ár síðan Høgni at kalla fekk gjøgnumbrot sítt á besta liðinum hjá 07 Vestur tá hann spældi seg inn á liðið bert 16 ára gamal. Fyrsti dysturin var móti B36 í 19. umfari í Betri Deildini, og síðan hevur hann verið partur av liðinum. Eisini eitt skiftið var Høgni liðskipari, men eftir longu skaðafráveruna hava aðrir tikið yvir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

37 Leygardagur 01. Jan 2022

Dennis Holm nýggjur formaður í FC Suðuroy

Hann var ein fýra nýggjum limum, sum kom upp í starvsnevndina fyrr í mánaðinum - hini eru Danjal Johan Joensen, Jákup Olsen og Anna B. Samuelsen. Í vikuni skipaði nevndin seg, og Danjal Johan og Jákup fáa eisini formanssessir

Dennis er nýggjur formaður í felagnum. Hann avloysir Julius Vest Joensen, ið leingi hevur formaður hjá FC Suðuroy. Dánjal Johan Joensen verður formaður í ungdómsdeildini og Jákup Olsen fyri fótbóltsdeildina (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er fyrrverandi borgarstjórin í Vági og frásøgumaðurin til heimadystirnar hjá besta mansliðnum í 2021, Dennis Holm, ið næsta árið skal vera formaður í FC Suðuroy.

Hetta er greitt, eftir at nýggja nevndin hjá FC Suðuroy skipaði seg á nevndarfundinum týsdagin. Dennis Holm avloysir Julius Vest Joensen, ið var formaður í tíggju ár, áðrenn hann fyrr í vetur takkaði fyri seg.

Á aðalfundinum 11. desember varð starvsnevndin hjá FC Suðuroy mannað av nýggjum við sjey nevndarlimum. Fýra nýggir limir komu tá í starvsnevndina: Danjal Johan Joensen, Jákup Olsen, Dennis Holm, og Anna B. Samuelsen.

Umframt Dennis, ið er triðji formaður felagsins, hava aðrir nýggir limir fingið formansessir: Jákup Olsen er nú formaður í fótbóltsdeildini, og Dánjal Johan Joensen er formaður í ungdómsdeildini.

Nevndin hjá FC Suðuroy: Dennis Holm, formaður, Eyðbjørn Thomsen, næstformaður, Óli Holm, kassameistari, Jákup Olsen, formaður í fótbóltsdeildini, Dánjal Johan Joensen, formaður í ungdómsdeildini, Kári í Lágabø, nevndarlimur og Anna B. Samuelsen, nevndarlimur.

Besta mansliðið hjá FC Suðuroy flutti í heyst niður aftur í 2. deild. Besta kvinnuliðið er í samstarvi við TB og Royn, endaði nummar tvey í 1.deild í 2021, og skal næsta ár royna seg í Betrideildini.

Felagið ger í høvuðsheitinum nógv við ungdómsfótbóltin og hevur, uframt vøllin vesturi á Eiðinum, innandura høll (Marghøllina) til nýtslu.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2021

38 Leygardagur 01. Jan 2022

Símun Eliasen heldur fram sum venjari hjá EBS/Skála

Venjaratoymið hjá liðnum, sum endaði nummar trý í Betrideildini í ár, er óbroytt

47-ára gamli fuglfirðingurin saman við formonnunum í EB/Streymi og Skála - Fróða Reinert Petersen til vinstru og Inga Guttasyni Hansen til høgru (Mynd: EBS/Skála)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta vetur varð Símun Eliasen settur sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála, sum í 2020 endaði sum nummar seks, ið tá var niðasta pláss í Betrideildini hjá kvinnum.

Kappingarárið 2021 gjørdist heilt øðrvísi hjá samansetta liðnum, sum í 2017 og 2018 vann FM, tí EBS/Skála kappaðist aftur í oddinum í føroyskum kvinnufótbólti. Liðið var framvegis ungt, men royndir leikarar við góðari dygd, sum vóru við til at vinna FM-heitini - millum annað ársins verjuleikari, Rakul Magnussen - gjørdu stóran mun, og tað gjørdi 19-ára gamla Lea Lisberg eisini. Hon skoraði 20 mál í 21 dystum í Betrideildini og var í uppskoti til at gerast ársins leikari í deildini.

Lea er ein av ungu og spennandi spælarunum, sum halda fram í 2022, og tað ger Símun Eliasen og alt venjaratoymi eisini. EBS/Skála kvinnur boðaðu í gjárkvøldið frá hesum:  

- Vit kunnu við gleði kunngerða at Símun eisini verður høvuðsvenjari kappingarárið 2022. Óli og Sunnuvá halda eisini fram sum hjálparvenjara

Óli Ejdesgaard og Sunnuvá Vesturdal hava sum so verið í venjaratoyminum hjá EBS/Skála allan vegin, síðani byrjað varð við samansetta liðnum í 2013, og vóru við til at vinna greipuna í 2017 og FM í 2016. 

Júst farna kappingarár var EBS/Skála heldur óvæntað heilt við í oddastríðnum fram til triðseinasta umfar. So fór KÍ úr eygsjón, og á seinasta leikdegi yvirhálaði NSÍ eisini EBS/Skála, og tað endaði harvið við bronsuheiðursmerki. Símun Eliasen var millum teir tilnevndu til ársins venjara, tá FM1 skipaði fyri Ársins Leikara-tiltakinum fyrst í hesum mánaðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2021

39 Leygardagur 01. Jan 2022

Elias tekur minst eitt ár aftruat í Sävehof

Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn 19-ára gamli hoyvíkingurin tekur fetið víðari, men eisini í 2022 fer bóltsnillingurin at hava heimavøll í Partille Arena

Nógv eygu eru helst vend móti nummar 71 hjá svenska meistaraliðnum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var ein umráðandi partur av meistaraliðnum í 2021, hevur verið kosin besti leikari í Svøríki fyri einstakan mánaða og hevur víst seg heilt væl fram í evropeisku dystunum hjá Sävehof og millum annað við einastandi tekniskum málum, harav eitt varð kosið tað besta í umfarinum.

At nógv eygu eru vend ímóti nummar 71 hjá IK Sävehof er tískil ikki løgið, og tað er helst greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki verður so leingi í svenskum hondbólti, og at hann fer at spæla fast á uppaftur hægri støði. 19-ára gamli føroyingurin hevur eisini sagt, eftir at hann er komin svenskan hondbólt, at málið er at verða heimsins besti hondbóltsleikari.

Í 2022 fer hann framhaldandi at menna seg í Svøríki, at royna at endurvinna svenska meistaraheitið og at føra Sävehof langt í European League. Hetta varð staðfest jólaaftan, tá Elias hevði eina heilt stutta jólaheilsan til Sävehof-fjepparar á youtube-síðu felagsins:

- Eg vil gjarna ynskja øllum eini góð jól, og fortelja at eg verði verandi í Sävehof í minst eitt ár afturat.

Tað hevur helst verið áhugi, umframt fyrispurningar, aðrastaðni frá, men 19-ára gamli hoyvíkingurin, sum miðskeiðis í januar á heimavølli skal royna at hjálpa føroyska landsliðnum víðari í HM-undankappingini, fer eisini at spæla í gul-svørtum í 2022, og hetta gleði helst fjepparar felagsins.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2021