Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 15. Jan 2022 | Nr. 3 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Tann flottasti bilurin í Føroyum - Buick Riviera 1966

SíÐa 3

1 Leygardagur 15. Jan 2022

Góðan lesihug og Koyr á Føroyar!

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tvørrandi vilji at grønkast

Tað tykist vera lítil áhugi í at taka avbjóðingina um grøna orkuskiftið upp í Føroyum.

Kjakið um, hvørt landsins størsta kommuna skal hava eldrivnar ella dieseldrivnar býarbussar hetta komandi tíggjuáraskeiðið er merkt av undanstøkkingum.

So sum hvør tað er, sum skal keypa bussarnar, hvørt núverandi borgarstjórin var á kanningarferð í Danmark sum meinigur býráðslimur ella landsstýrismaður, ella hvussu vandamiklir elmotorar kunnu vera.

Hóast kommunali elveitingarfelagsskapurin fyri nógvum árum síðani setti sær fyri, at orkan á landi skal vera varandi og grøn innan 2030 – tað er um minni enn átta ár – so ivast tann størsti ‘eigarin’ í felagsskapinum, Tórshavnar kommuna, enn í ætlanini.

Vit hava hug at spyrja: Um Tórshavnar kommuna ikki kann ganga á odda í hesum máli, hvør skal so gera tað? Tá hvørki formaðurin í teknisku nevnd, ella býráðsins umboð í Sev-stýrinum, sum sjálvur situr við endan sum formaður, tora at siga, at sjálvandi skulu bussarnir í landsins størstu kommunu vera grønir, hvør skal so gera tað?

Og onkursvegna tykist andsøgn at vera í Javnaðarflokkinum, sum á tingi – í andstøðu – roynir at díkja konservativu samgonguna undir við grønum, burðardyggum og umhvørvisvinarligum alternativum, meðan støðan í landsins størsta býráð er júst tann øvugta. Har er tað Javnaðarflokkurin – kanska serliga -menninir – sum heldur aftur, og stýrir kommununi teknoktatiskt uttan vitborna og hugsjónarliga politikkin, ið annars sæst á tingi, og í niðurskrivaðu politisku ætlanunum hjá flokkinum.

Óiva eru vit fleiri, sum hava bíða eftir, at leiðslan flokkinum fór at koma við harraboðum til partamenninar á Vaglinum um at taka seg saman. Men einki tykist at henda.

Er tað nakar, sum hevur ráð til at ganga á odda í grønu umstillingini og vera fyrimynd fyri øll onnur, so má tað vera landsins størsti almenni pengakassi – tann hjá Tórshavnar kommunu. Men av Vaglinum síggjast bert royndir at flyta fokus, so sum at harta øðrum myndugleikum fyri, at Sev ikki hevur fingið neyðugu loyvini til sína pumpuskipan til at taka sær av yvirskotsorkuni.

Havnin kundi, um vilji var til nýskapan, sjálv átikið sær at avtaka yvirskotsorkuna. Her er ein fjarhitaskipan, til dømis, sum deilvís verður hitað við svartari orku. Ikki átti tað at verið neyðugt, tí vindmyllur kundu gjørt tað. Býráðsumsitingin kann bara spyrja úti í Nólsoy hvussu tað skal gerast. Har var ein ætlan klár at seta í verk – mylla komin upp og alt – men tann ætlan sær út til at verða farin fyri bakka tí - ja, helst tí tað heldur ikki har var neyðuga dirvið til at hugsa nýggjar og alternativar tankar.

Tað er jú ikki frá teimum borgarligu flokkunum, at hesir tankar verða førdir út í lívið. Teir flokkarnir tykjast hava nógv størri áhuga í at tryggja teimum fáu profittin av at sleppa at framleiða streym, sum meinigi brúkarin nú skal rinda uttan at fáa nakað afturfyri.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5071

    Lisnar síður: 18471

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 15. Jan 2022

Eyðmýktir móti Luksemburg á Hálsi

Luksemborg var betri á øllum økjum í seinna hálvleiki, og nú verður uppgávan ógvuliga tung hjá føroyska liðnum og nýggja venjaranum, í mun til at koma víðari í HM-undankappingini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan fyrsta dystinum hjá Føroyum í hesum HM-undankappingarbólkinum á heimavølli var breið semja um, at Luksemborg á pappírinum var veikasta liðið á pappírinum.

Veruleikin í gjárkvøldið var ein heilt annar. Tí gestirnir vóru snøgt sagt greitt omaná á øllum økjum. Hetta var galdandi seinastu tríggjar fjórðingarnar, og serliga teir seinastu átjan minuttirnar, har tað var føroysk upploysn.

Føroyingarnir byrjaðu betri, og spældu seg til góðar møguleikar í so at siga hvørjum álopi, men trupult var at skora - serliga orsakað av málverjanum hjá Luksemborg. Føroyar skoraðu meira enn helmingin av málunum frá vonginum, men í slíkum støðum komu eisini nógvar bjargingar - sjálvt um málverjin varð skiftur.

Effektiviteturin var beint oman fyri 50 prosent - hinvegin bjargaðu føroysku málverjanir samanlagt tíggju út av 41 skotum; trý útav 23 í seinna hálvleiki men treytirnar hjá Nicholas Satchwell og debutantinum, Paula Jacobsen, vóru heldur ikki góðar.

Verjuparturin, ið var á góðari leið fyri steðgin, hekk ikki saman í seinna hálvleiki. Luksemborg spældi skjótt, gott og væl - okkara vóru meira trilvandi. Tó var javnt, til beint yvir fimtan minuttir vóru eftir, men so brádliga øktiskt leiðslan frá tvey til fimm mál, og so var eingin vegur aftur.

Munurin var eisini fimm mál, tá bríkslað var av.

Fyrsta royndin hjá nýggja venjaratoyminum gekk ógvuliga illa, og nú er eitt stórt arbeiðir fyri framman í mun til at reisa seg. Longu í kvøld er Italia, ið vann við heili 13 málum á Lettlandi fríggjadagin seinnapartin, á skránni. Føroyar skulu helst vinna báðar sínar dystir fyri at koma víðari. Saknur var í Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kjartani Johansen, ið kunnu skiftast inn til dystin í dag og í skadda Brandi Halgirsson í verjupartinum.

[object Object]
Leikararnir, sum eru í hópinum, men sum ikki vóru á dómaraseðlanum í fyrsta dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Peter Bredsdorff-Larsen fekk alt annað enn eina góða byrjan sum føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

HM-undankapping, 1. umfar 
Fríggjadagur 14. januar 2022, Høllin á Hálsi 

Føroyar - Luksemborg 26-31 (10-11

Byrjanaruppstilling - 1. hálvleikur: Nicholas Satchwell - Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Peter Krogh, Helgi Hildarson Hoydal, Tróndur Mikkelsen, Sjúrður Olsen

Byrjanaruppstilling - 2. hálvleikur: Pauli Jacobsen - Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen

Málskjúttar: Hákun West av Teigum 9
Sjúrður Olsen 5
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 2 (1)
Helgi Hildarson Hoydal 1
Peter Krogh 1
Áki Egilsnes 1
Rói Berg Hansen 1
Teit Horn Rasmussen 1
Rókur Akralíð 1

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 6/23
Pauli Jacobsen 4/18

Útvísingar: 
Luksemborg 7
Føroyar 3

[object Object]
Besti føroyingur og toppskjútti, Hákun West av Teigum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Pauli Mittún. Spældi sín fyrsta dyst á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Vónbrot eftir loknan dyst. Frá vinstru Pauli Mittún, Tróndur Mikkelsen, Helgi Hoydal og Pauli Jacobsen í málinum, sum eisini spældi sín fyrsta dyst á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

3
Leygardagur 15. Jan 2022

Tann flottasti bilurin í Føroyum - Buick Riviera 1966

Jákup Eli á Lava í Havn liggur skerflatur fyri amerikanarabilum, tí hann eigur ein tann flottasta í Føroyum, ein Buick Riviera frá 1966

 
SkrivaÐ:

Orð & myndir: Sonne Smith

Hesin bilurin hjá Jákupi Eli Lava hevur ein motor, sum er merktur 7,1, men so eru stempul, manifold og toppstykki skift út, so hann er umleið 8,5, altso meira enn 8.500 kubikk – ein øgilig kraft – til at eggja speedometurnálina, ið vísir miles.

Jákup Eli hevur koyrt tað, ið svarar til 170 km/t við honum. Bilurin er jú ein erkiamerikanari. Hann er enntá ikki av teimum tystastu eftir bensini, tí verður koyrt hóvliga við honum, er hann slett ikki so slúkin.

Søgan um Buick'in hjá Jákupi Eli er tann, at hann seldi Mustang'in hjá sær, sum var frá 1966. Hann seldi Rúna Djurhuus Mustang-bilin fyri tveimum árum síðan, og nú stendur hann inni hjá Ford – hjá Wensil.

[object Object]


Ein rættur treffbilur
Jákup Eli skuldi fara til Danmarkar at keypa ein Mustang frá 1971. Tað var hann í hvussu er sannførdur um, men so var hann, saman við fleiri í felagnum fyri amerikanskar bilar í Føroyum, Am Car Føroyar, á eini bilstevnu í Øster Hurup nærindis Aalborg í Jútlandi. Har fall hann hjálparleysur fyri hesum Buick'inum í somu løtu, hann sá bilin.

- Eg var seldur beinanvegin, sigur hann.

Jákup Eli fekk bilin heim við sær við Norrönu tveir dagar seinni, eftir at hava tingast við eigaran eina góða løtu hetta kvøldið á stevnuni. Teir hildu fram við tingingunum morgunin eftir, og aftaná døgurða var avgerðin tikin teirra millum.

Grundin til, at danskarin seldi bilin, var, at hann hevði ikki loyvi at koyra við honum. Hann hevði stórar, óorginalar felgur, so varð hann tikin, varð hann noyddur at betala fult avgjald.

[object Object]


Og maðurin græt
- Hann vildi illa selja bilin, so at tá ið hann læt hann frá sær, runnu tárini ... akkurát sum ein smádrongur, altso, viðgongur Jákup Eli.

Her í Føroyum verður slíkt sum stórar, óorginalar felgur ikki kannað, so her ber til at koyra við vetaranbilunum, ið verða innfluttir.

Jákup Eli fer út við sínum Buick við teirri treyt, at tað er turt í veðrinum, og tað er tað tíðum hóast alt. Men regnar, fer hann ongan veg, flaggdagin undantikin, tí at tá er umráðandi at vera við sum skilst. Tá ið veðrið er gott, fara teir einir 15-20 í tali út at koyra og hugna sær. Í roynd og veru koyra teir alt árið onkran leygardag ella sunnudag, um veðrið loyvir tí.

Felagið Am Car (American Cars) Føroyar er á Facebook. Har sæst, hvat entusiastarnir fáast við. Tað er rættiliga nógv og sera spennandi. Teir fara sjálvandi ongantíð allir í senn. Tað ber rætt og slætt ikki til.

Her eru lutfalsliga nógvir amerikanskir veteranbilar í Føroyum. Johnny Nón í Runavík eigur einsamallur einar sjey-átta sambært Jákup Eli á Lava.

Buick Riviera 1966-modellið, sum tað hjá Jákupi Eli, varð upprunaliga gjørt sum ein flótari, mikið sportsligur til teir yngru garparnar. Hesin hevur fingið kønan umgang frá sínum eigara í Havn. Hann hevur ein sera flottan lit frá at vera hvítur. Jákup Eli tók allan botnin úr honum, so at hann er líka penur undir botninum – enntá í sama liti sum alt hitt. Hann er galvaniseraður og sproytaður allur sum hann er, og tað hevur Jákup Eli sjálvur gjørt. Hann er jú tað, vit plaga at rópa kunsthandverkari.

[object Object]

Futuristiskt modell

Bilurin hevur fartpilot frá 1966, elektriskar rútar allan vegin runt, og sofan framman kann stillast upp og niður og aftur og fram. Ein ordiligur luksusbilur tá.

Jákup Eli hevur ikki gjørt so nógv við henda bilin, sum hann gjørdi við Mustang'in, sum hann seldi. Hann varð allur sundurtikin og tað uttan, at Jákup Eli fór á húsagang.

Tað ber bara til at halda seg flótandi fíggjarliga, um tú dugir nakað sjálvur. Tú kemur ongantíð burtur úr tí aftur, um tú skalt betala fyri at lata onnur gera tað, ið gerast skal við eitt nú ein amerikanskan flótara. Umráðandi er, at hann stendur inni garasjuni í sama temperaturi, 20 stigum alt árið.

Jákup Eli á Lava hevur annars ein BMW frá 1972, sum hann ger í stand í løtuni. Hetta vísir, at hann elskar sínar veteranbilar.

Um hann elskar teir meir enn okkurt annað, skal verða ósagt.

[object Object]

[object Object]
Handverksligi snillingurin Jákup Eli á Lava

[object Object]

Greinin hjá Sonna Smith um appelsingula Buick Rivier bilin er við vælvild lánt úr blaðnum hjá felagnum Føroya Ellisakfør



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

4 Leygardagur 15. Jan 2022

Forkunnug gáva úr Føroyum

Løgmaður og løgtingsformaðurin handaðu í gjár Hennara hátign Margrethu Drotning eina gávu í sambandi við, at Hennara hátign hátíðarhelt 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgmaður og løgtingsformaðurin handaðu í gjár, vegna Føroya løgting, Føroya landsstýri og Føroya fólk, Hennara hátign Margrethu Drotning eina gávu í sambandi við, at Margretha Drotning hátíðarhelt 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku. Løgmaður bar eisini fram røðu har hann ynskti Hennara hátign hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki. Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.

Í sambandi við gávuna er eisini gjørd ein heilt serlig heimasíða – á donskum – sum greiðir frá um Koltursverkætlannina og gávuna til Drotningina. Heimasíðan er: www.koltursplanen.fo

Koltursverkætlanin er ein spennandi verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri. Verkætlanin snýr m.a. um at taka av seyðin í stóru parti av oynni og endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri, sum hon var áðrenn fólk búsettust har. Arktiski pílurin er ein av hesum uppruna plantum, sum ynski er at endurskapa í náttúruni.

[object Object]

Til vinstru: Náttúran, sum hon helst hevur sæð út áðrenn landnámstíð fyri 1100 árum síðani. Í miðjuni: Gróður ávirkaður av seyði og øðrum húsdjórum. Til høgru: Málið er at náttúran skal venda aftur til sína upprunaliga upprunaligu støðu (Tilgjørd mynd: koltursplanen.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

5

Størv

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 12. mai 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Seniorrådgivare inom politikområdet utbildning och forskning till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Fíggjarleiðari til Tórshavnar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Lærlingur til maskinmiðstøðina í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024
6 Leygardagur 15. Jan 2022

Margreta drotning í 50 ár

Hátíðarhildu Margretu drotning, nú tað eru 50 ár síðani Fríðrikur IX doyði og dóttirin tók við sum drotning

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru 50 ár síðani Fríðrikur kongur doyði, og dótturin, Margreta tók við sum drotning. Hetta var hátíðarhildið í dag.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, luttóku millum annað, og handaðu hennara hátign forkunnuga gávu.

Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki. Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.

Margreta drotning er 81 ára gomul, og er fødd 16. apríl í 1940.

Nakrar av myndum, sum myndatænastan EPA, hevur frá hátíðardegnum í dag:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

7 Leygardagur 15. Jan 2022

Tina og Kári komin víðari til stólaspælið

Báðir teir føroysku luttakararnir komu gjøgnum nálareygað og eru millum 36 tey síðstu í X Factor

(Skíggjamynd: TV2 Play)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Upptøkuroyndirnar í X Factor eru lidnar, og greitt er at tveir føroyingar komu víðari. Í endanum á X Factor sendingini í gjárkvøldið, skuldu dómararnir taka støðu til hvør skuldi sleppa víðari - til tað sum í ár verður 6 Chair Challenge.

Áður hevur tað verið 5 Chair Challenge, og hvør dómari hevur havt ein flokk. Tað vil solistar undir 23, solistar eldri enn 23, umframt ein bólk. Soleiðis verður ikki í ár, tí tá upptøkuroyndirnar vóru lidnar, avdúkaði Sofie Linde, at dómararnir fingu ein úr hvørjum flokki.

Tey skuldu blíva samd um fýra luttakarar í part úr hvørjum flokki, sum skuldu fáa møguleikan í 6 Chair Challenge.

Í fyrsta parti av X Factor vann 25 ára gamli toftamaðurin, Kári Fossdalsá, sum er búsitandi í Aalborg, seg víðari í kappingini, meðan vit seinasta fríggjakvøld sóu 18 ára gomlu Tinu Mellemgaard úr Hoyvík rúnarbinda dómararnar og syngja seg víðari í kappingini.

Aftur í gjárkvøldið gekk eftir vild. Tey bæði føroysku umboðini eru høgt í metum hjá teimum trimum dómarunum, og Kwammie Liv valdi Tinu Mellemgaard millum sínar fýra solistar undir 23 ár, og Martin Jensen vald Kára Fossdalsá í millum síni millum tey sum eru eldri enn 23 ár.

Tey eru sostatt millum 36 teir síðstu luttakararnar í X Factor 2022.

[object Object]Kári Fossdalsá av Toftum (Skíggjamynd: TV2 Play)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

8 Leygardagur 15. Jan 2022

Semja millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið

Partarnir skrivaðu hósdagin undir trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024

(Mynd: fmr.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið undirskrivað hósdagin semju við Starvsfelagið, um ein trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

Semjan inniber, at lønirnar hækka soleiðis:

  • Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar við 1,25 %.
  • Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20 við 740 krónum og á lønarstigunum 20-50 við 540 krónum.
  • Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.

Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm á 6,2 prosent yvir trý ára skeiðið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuna.

Semjan sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

9 Leygardagur 15. Jan 2022

Koronukanningar: Brúka hálva millión um dagin

Koronukanningar kosta tað hvíta út úr eygunum. Bara hesa seinastu vikuna hevur sjúkrahúsverkið brúkt yvir hálva millión um dagin til kanningar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

550.000 krónur.

Tað er knapt tað, sum sjúkrahúsverkið hevur brúkt uppá koronukanningar í miðal um dagin hesa seinastu vikuna.

Hetta upplýsir sjúkrahúsverkið fyri Portalinum.

Síðani korona byrjaði, hava fólk verið hópkannað í bylgjum, men í nærum tríggjar mánaðar hevur nógv trýst verið á kanningunum, og tað eru fáir dagar har færri enn 2.000 kanningar eru gjørdar. Hjá sjúkrahúsverkinum eru kanningarnar ókeypis fyri tann, sum verður potaður, men gildið skal rindast onkursvegna.

(Greinin heldur fram undir myndini)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Umleið 200 krónur fyri hvørja kanning

Kostnaðurin fyri eina poting íroknað greining av royndini er umleið 200 krónur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Thetis greina kanningar fyri Sjúkrahúsverkið.

Mánadagin vóru sera nógvar kanningar gjørdar, tá gott 3.500 fólk vóru kannað á støðunum hjá sjúkrahúsverkinum. Metti kostnaðurin fyri mánadagin er 700.000 krónur.

Miðaltalið hesa seinastu vikuna er 2.731 kanningar um dagin svarandi til ein kostnað upp á knapt 550.000 krónur um dagin hesa seinastu vikuna. Hetta er umleið 3,8 milliónir krónur seinastu sjey dagarnar.

Høvuðskanningarstøðirnar hjá sjúkrahúsverkinum eru í Hoydølum, Klaksvík, og Tvøroyri. Harafturat eru kanningarstøðir í Vágum, Vestmanna, Sandoy og Nólsoy.

Kanningar, sum verða gjørdar við landamørkini og á privatu kanningarstovuni Thetis telja ikki við í hesum tølunum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

10 Leygardagur 15. Jan 2022

200 milliónir til koronu

Løgmaður upplýsti í tinginum í desember, at vit fíggjarliga eru sloppin væl frá koronu samanborið við Danmark. Men vit hava í fleiri vikur brúkt umleið hálva millión um dagin at hópkanna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin vóru yvir sjey prosent av fólkatalinum potað og kannað fyri koronu. Tað munnu vera fá lond sum kunnu vísa á tað, men onkursvegna skal gildið rindast.

Tí tað kostar. Tað kostar nógv. Sjúkrahúsverkið upplýsti í vikuni fyri Portalinum, at vit í hesum døgum í miðal brúka umleið 550.000 krónur um dagin uppá koronukanningar. Sostatt hava vit bara hesar seinastu sjey dagarnar brúkt 3,8 milliónir krónur til koronukanningar. At hópkanna er ikki nakað vit júst eru byrjað uppá, tí í grundini hava vit síðani oktober gjørt sera nógvar kanningar um dagin.

Hetta svíður hjá landskassanum, og tað fekk fíggjarnevndina í løgtinginum tann 25. november at harta landsstýrismannin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og nevndin heitti á hann, at skipa soleiðis fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørd um, nær tað er neyðugt at kanna seg. 

Ikki fyrr enn 7. desember kom landsstýrismaðurin við vegleiðing til fókið um nær PCR-kanning skuldi gerast og nær ein skundkanning var nokk.

Hetta hevur tó ikki verið við til at minka um talið á testum. Hinvegin kom eitt nýtt frábrigdi av covid-19, sum smittar meira enn undanfarna, og fólk lata seg kanna sum ongantíð áður. Tilburðir verða eisini staðfestir sum ongantíð áður.

Í løgtinginum fyri jól, helt løgmaður fyri, at vit eru komin væl ígjøgnum hetta - eisini fíggjarliga.

- Hetta eru nógvir pengar, men alternativi at stongja samfelagið niður er munandi dýrari. Um eg skal gera samanbering, so las eg eina grein sum upplýsti at í Danmark hevði man brúkt 80 millardir uppá kanningar og aðrar fyriskipanir fyri at halda koronusmittuni niðri. Uttan hjálparpakkar. Umrokna vit tað til føroysk viðurskifti, er tað 800 milliónir krónur.

- Men vit hava í heilsuverkinum til kanningar og annað brúkt umleið 160 milliónir krónur higartil, og ætlanin er at játta 40 milliónir á fíggjarlógini fyri 2022. Altso 200 milliónir krónur samanlagt, upplýsti løgmaður Bárður á Steig Nielsen í tinginum tann 16. desember 2021, tá eykajáttanarlóg var til viðgerðar. Ein eykajáttan, sum gav heilsuverkinum og farsóttarnevndini tíggju milliónir afturat til kanningar árið út. 

- So eg haldi vit eru sanniliga sloppin væl í Føroyum, segði løgmaður.

Greitt er tó, at skulu vit kanna fyri hálva millión um dagin alt hetta árið, so mugu 200 milliónir setast av til koronukanningar í 2022.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

11 Leygardagur 15. Jan 2022

Nú verður farið at koppseta børn í Føroyum

Sambært fleiri serfrøðingum er korona um at hæsa av, men nú boða føroysku myndugleikarnir á, at tað er klárt at koppseta børn í aldrinum 5-11 ár

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú omikronfrábrigdi breiðir seg kring allan heimin og fleiri serfrøðingar vilja vera við, at endin á koronufarsóttini nærkast, fara føroyingar undir at koppseta børn.

Koppsetingarnar av børnum í aldrinum 5 til 11 ár vera gjørdar frá í dag. Hesum boðaði sjúkrahúsverkið frá á korona.fo í gjár.

Koppsetingin fer fram hjá apoteksverkinum, men tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini, og sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av teimum. Lækni frá sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at tí einstaka koppsetingarstaðnum.

Í fyrstu syftu ber bara til at bíleggja tíð til koppseting á Tjaldurs Apoteki í Havn, men í næstum væntast Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri og Norðoya Apotek í Klaksvík eisini at verða umfatað av skipanini. Tá fer eisini at bera til at velja tey bæði koppsetingarstøðini á korona.fo til aldursbólkin 5-11 ár.

Samtykki krevst til koppseting av børnunum, og tí er umráðandi, at annað foreldrið ella møguligur verji hjá barninum er við til koppsetingina at vátta bíleggingina. Fyri at sleppa undan ov nógvum trongsli á koppsetingarstaðnum, verður tó mælt til, at bara eitt vaksið fólk kemur við hvørjum barni, sigur Sjúkrahúsverkið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

12 Leygardagur 15. Jan 2022

– Triðja prikið verjir væl ímóti álvarsamari sjúku

Smittaðir persónar, ið eru eldri enn 65 ár, eru í 90 prosent minni vanda fyri at verða innlagdir við omikron, um teir hava fingið triðja prikið, vísa tøl frá bretsku heilsumyndugleikunum, og tí verður í løtuni ikki mælt til at geva hesum aldursbólkinum eitt fjórða prik

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eitt triðja prik fyri koronu verjir sera væl móti álvarsligari sjúku við omikron-frábrigdinum hjá teimum, sum eru eldri enn 65 ár.

Tað vísa nýggj tøl frá UK Health Security Agency.

Sambært bretsku heilsumyndugleikunum eru smittaðir persónar í hesum aldursbólkinum í 90 prosent minni vanda fyri at enda á sjúkrahúsinum, tríggjar mánaðir eftir, at teir hava fingið triðja prikið, samanborið við persónar, sum ikki hava fingið triðja prikið – sonevnda fyrsta booster-prikið.

Hjá persónum, sum bert hava fingið tvey prik, minkar verjan niður í 70 prosent eftir trimum mánaðum, og niður í 50 prosent eftir eitt hálvt ár.

Sambært Ritzau mæla bretsku myndugleikarnir, útfrá hesum tølunum, heldur ikki til, at fólk á røktarheimi og tey, sum eru fylt 80 ár, skulu hava eitt fjórða prik. Heldur eigur mann at raðfesta at geva fleiri triðja prikið og at koppseta tey, sum framvegis einki prik hava fingið, verður sagt.

Við tí at triðja prikið gevur góða verju, eisini hjá teimum sárbæru, verður ikki mett, at tørvur er á at geva teimum eitt fjórða prik.

Víst hevur tó verið á, at vandin fyri at verða innlagdur er 50 prosent minni hjá teimum, sum eru smittað við omikron í mun til tey, sum eru smittað við delta-frábrigdinum. Tað segði fakligi stjórin hjá Statens Serum Institut í vikuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2022

13 Leygardagur 15. Jan 2022

Landsstýrið avtekur koronupassið

Tilmælið frá farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum

Hetta verður nú søga. Heilsufakligt grundarlag er ikki longur fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir áheitan frá landsstýrinum, viðgjørdi farsóttarnevndin mánadagin spurningin um brúk av koronapass innlendis í Føroyum. Tilmælið frá Farsóttarnevndini til landsstýrið er greitt: Tað er ikki longur heilsufakligt grundarlag fyri at brúka koronapass innlendis í Føroyum.

Landsstýrið hevur tískil tikið avgerð um, at broyta tilmælini soleiðis, at mælt verður ikki longur til brúk av koronapassi. Koronapassið skal tó framvegis nýtast til ferðir uttanlands. Mælt verður nú til at í mesta lagið 100 fólk samlast.

- Eg havi alla tíðina sagt, at eg ætli mær ikki at mæla til brúk av koronapass ein dag longur enn neyðugt. Tí fegnist eg um, at vit í dag kunnu fara burtur frá hesum. Samstundis vil eg leggja dent á, koronasmittan framvegis ger nógv um seg. Tí er týdningarmikið at fólk eru ansin, lata seg kanna, um tey kenna sær okkurt og lata seg koppseta við 3. prik, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur farsóttarnevndin eisini viðgjørt eina møguliga exit-strategi fyri koronahandfaringina. Farsóttarnevndin hevur upplýst, at enn er vitanin um omikron ov avmarkað, og tí ber ikki til at koma við einari nágreiniligari exit-strategi enn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

14 Leygardagur 15. Jan 2022

Serfrøðingar: Skjótt kann korona gerast eitt vanligt krím

Tað er sannlíkt, at farsóttin er yvirstaðin um stutta tíð, heldur danskur professari

Sambært donskum serfrøðingum kunnu vit skjótt vera liðug við at skula pota okkum fyri koronu (Sansmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Skjótt kunnu vit vera liðug við avmarkingar, hópkanningar og sóttarhald. Í øllum førum um mann skal trúgva serfrøðingar, sum DR hevur tosað við.

Sambært Lone Simonsen, granskari og professari á Roskilde Universitet og Søren Riis Paludan, professari í virologi á Aarhus Universitet eru vit helst ávegis ígjøgnum síðstu stóru bylgju av koronufarsóttini, og um stutta tíð kunnu vit byrja at handfara koronu sum eitt vanligt beinkrím.

– Nógv verða smittað við omikron, og harvið fáa við meira mótstøðuføri í samfelagnum, og vera færri, sum gerast álvarsliga sjúk. Tá vit koma til várið, er mítt boð, at farsóttin er yvirstaðin, sigur Søren Riis Paludan millum annað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

15 Leygardagur 15. Jan 2022

Talið á andevnum fimmfaldaðist eftir fjórða prikið

Tað vísa fyribils úrslit frá einari kanning á einum sjúkrahúsi í Ísrael – í Danmark eru kanningar eisini byrjaðar, og har hava fleiri giktasjúklingar fingið eitt fjórða prik fyri koronu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Ísrael vórðu kanningar í farna mánað gjørdar við heilsustarvsfólkum á sjúkrahúsinum Sheba Medical Center nærindis Tel Aviv fyri at kanna virknaðin av einum fjórða priki fyri koronu.

Sambært Washington Post vísa fyribils úrslit av kanningini, at talið á andevnum fimmfaldaðist eina viku eftir prikið.

Men longu áðrenn fyrstu úrslitini av kanningini vóru greið, boðaðu myndugleikarnir í Ísrael frá, at eldri borgarar kundu fáa fjórða prikið.

Fleiri funnust at hesari avgerðini, m.a. orsakað av vantandi upplýsingum um, hvussu trygt og munagott eitt fjórða prik fór at vera, og hvørja ávirkan hetta fór at hava á immunverjuna hjá fólki.

Á Sheba Medical Center vórðu 150 frísk heilsustarvsfólk í øllum aldrum kannað. Tey høvdu øll fingið tríggjar koppsetingar við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.

Kannað varð, hvussu fólk reageraðu eftir at hava fingið hesa fjórðu koppsetingina, men her sást einki órógvandi. Nøkur høvdu lágan fepur, og onnur vórðu eym í arminum, men eingin upplivdi nakað meira enn tað, verður sagt.

Gera kanningar í Danmark
Í Danmark er heilsumyndugleikar nú eisini í ferð við at kanna, um tey eldru og sárbæru skulu hava eitt fjórða prik fyri koronu.

Á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus eru uml. 75 persónar nú koppsettir fyri fjórðu ferð.

Talan er um giktasjúklingar, sum taka serliga immunverjudempandi heilivágin Rituximab, skrivar DR.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2022

16 Leygardagur 15. Jan 2022

Kanning: 90 prosent minni vandi fyri at doyggja við omikron

Granskarar í USA hava kannað 70.000 koronusjúklingar, og vísti kanningin m.a., at tey, sum eru smittað við omikron eru í minni vanda fyri at verða innløgd og enda á intensivari deild

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóast omikron-frábrigdið er meira mótstøðuført yvirfyri koppsetingini, og kann smitta meira enn onnur frábrigdi, verða persónar, sum verða smittaðir við omikron, minni sjúk, og sambært nýggjari amerikanskari kanning, er vandin fyri at doyggja við omikron 90 prosent minni enn við eitt nú delta-frábrigdinum.

Granskarar á tveimum amerikonskum universitetum hava kannað 70.000 koronasjúklingar.

Kanningin vísti eisini, at vandin fyri at verða innlagdur við koronu minkaði niður í eina helvt hjá teimum, sum vórðu smittað við omikron, og vandin fyri at verða innlagdur á intensiva deild minkaði við 75 prosent.

Tey, sum vórðu innløgd við omikron vóru kortini ikki líka leingi á sjúkrahúsinum sum tey, sum vóru innløgd við delta-frábrigdinum. Í miðal vóru tey, sum vóru smittað við omikron, innløgd í hálvannan dag, meðan tey, sum vóru smittað við delta, í miðal lógu á sjúkrahúsinum í fimm dagar.

Sambært Ritzau er kanningin tó enn ikki javnlíkamett – kannað av óheftum fakfólkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

17 Leygardagur 15. Jan 2022

Halda tað vera skeivt at koppseta børn

Í aldrinum 30-44 eru tað bara 12 prosent sum halda tað vera rætt at koppseta síni børn. Tað vísir ein Spyr.fo-kanning

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er lítil áhugi at kopppseta børn millum 5 og 11 ár. Hetta vísir Spyr.fo-kanningin, sum varð gjørd fyri Miðlahúsið í síðstu viku.

In.fo skrivar, at tað bara eru 22 prosent av øllum sum hava svarað, sum halda tað vera rætt at koppseta børn. 40 prosent svara nei, meðan heili 38 prosent siga seg ikki vita.

Hyggja vit nærri eftir aldursbólkunum, tykist tað vera púra greitt, at foreldur eru í stórum iva um hetta. Í aldursbólkinum 30-44, sum helst er bólkurin við flest foreldrum, eru bara 12 prosent, sum halda tað vera rætt at koppseta børn. 54 prosent halda tað vera skeivt, og 34 prosent siga seg ikki vita.

Er tað rætt at koppseta børn millum 5 og 11 ár?

Kelda: Spyr.fo

Aldur 18-29
Ja, 26 prosent
Nei, 31 prosent
Veit ikki, 42 prosent

Aldur 30-44
Ja, 12 prosent
Nei, 54 prosent
Veit ikki, 34 prosent

Aldur 45-59
Ja, 25 prosent
Nei, 40 prosent
Veit ikki, 35 prosent

Aldur 60-80
Ja, 27 prosent
Nei 32 prosent
Veit ikki, 41 prosent


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

18 Leygardagur 15. Jan 2022

Spania fer at handfara korona sum vanligt krím

Við so lágum deyðstølum er ikki longur neyðugt at handfara smittuna sum heimsfarsótt heldur forsætisráðharrin

Pedro Sahchez, forsætisráðharri (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Smittutølini hava aldri verið hægri í stórum parti av Evropa orsaka av omikron, men í Spania eru tey til reiðar at fara í holt við at handfara koronavirus á sama hátt, sum gjørt verður við allar aðrar krímsjúkur, influensur. Tað vil siga, at landið ikki longur fer at handfara koronasmittuna, sum eina heimsfarsótt, epidemi.

Hetta hendir vegna lág deyðatøl í landinum hóast smittutølini eru vaksandi. Tað segði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanches, við útvarpsstøðina Cadena SER í vikuni.

Undir fyrstu koronabylgjuni lógu deyðatølini á 13 prosentum, nú eru tey bara eitt prosent.

- Vit hava møguleikar fyri stigvíst, við varni at byrja kjakið á einum tekniskum støði og einum evropeiskum støði og byrja at eftirmeta menningina av hesi sjúkunum eftir øðrum mátistokkum, enn vit higartil hava brúkt, segði forsætisráðharrin sambært DR.

Hetta merkir millum annað, at tey ikki longur fara at skráseta allar smittutilburðir eins og gjørt hevur verið, og ætla heldur ikki at testa tá sjúkueyðkennini eru veik.

Hetta er nakað, ið Spania ætlar at taka upp við hini londini í ES. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

19
Leygardagur 15. Jan 2022

Alivinnan hevði metstóra tøku í 2021

Íløgurnar, sum eru gjørdar í at ala størri smolt á landi, síggjast nú aftur í størri framleiðslu

(Mynd: Bakkafrost)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroysku alifyritøkurnar tóku metnógvan laks í farna ári. Tað vísur uppgerðin, sum Havbúnaðarfelagið hevur gjørt og lagt út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Tøkan í 2021 var 94.823 tons í kruvdari vekt. Hetta er nógv tað mesta, sum nakrantíð er slaktað í Føroyum. Hetta er 30 prosent meira enn árið frammanundan, og smá 22 prosent meira enn metárið 2019, tá tøkan var 77.863 tons.

Havbúnaðarfelagið skrivar, at eftir at árliga framleiðslan frá føroysku alivinnuni í nøkur ár meira ella minni hevur staðið í stað, síggjast nú veruliga úrslitini frá teimum íløgum, sum eru gjørdar at ala størri smolt á landi.

Alivinnan arbeiðir áhaldandi við at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum, og ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast. 

Talið av laksum, sum vórðu tiknir í fjør lá um 19,3 milliónir, sum eisini er væk hægri enn árini frammanundan, tá tað vórðu tiknir ávikavist 14,0 og 14,3 milliónir laksar.

Hinvegin var støddin nú nakað minni. Miðalvektin á tikna laksinum í 2021 var 4,93 kilo, meðan hon í 2020 var 5,20 og í 2019 5,45 kilo, vísa hagtølini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

20 Leygardagur 15. Jan 2022

Metstórt tal av lønarútgjaldingum í desember

Fyri fyrstu ferð var talið av løntakarum oman fyri 28.000

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ongantíð fyrr hava so nógvir løntakarar verið á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum í desember 2021.

Hagstovan hevur nú gjørt hagtølini fyri løntakararnar upp fyri seinasta mánaðin í 2021, og uppteljingin vísir, at tað vóru 28.050 fólk skrásett sum løntakarar. Hetta er fyrstu ferð, at talið av løntakarum í Føroyum hevur verið oman fyri 28.000 í ein einstakan mánað, upplýsir Hagstovan á netinum.

28.050 er 330 fleiri enn í desember 2020, svarandi til ein vøkstur á 1,2 prosent.

Hóast talan er um ein vøkstur í desember, so vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at lítil og eingin vøkstur hevur verið seinastu mánaðirnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

21 Leygardagur 15. Jan 2022

Betri fer at gjalda út til limir

Árið 2021 hilnaðist væl hjá Betri, og tað er í uppskoti at avseta 40 milliónir krónur til endamálið. Hetta svarar til, at áleið 10 prosent av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum tryggingartakara verður útgoldið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Betri hevur røtur langt aftur í okkara samfelag og hevur grundarlagið altíð verið, at limirnir eiga felagið. Betri hevur havt stóran leiklut í menningini av okkara samfelagi – bæði tá tað snýr seg um at gera íløgur í føroyska samfelagið og tá tað snýr seg um at stuðla samfelagsgagnligum endamálum. Nú verður farið eitt stig víðari: Tí partur av tí, sum felagið forvinnur á hvørjum ári, verður nú goldið beinleiðis út til limirnar. 

Árið 2021 hilnaðist væl og er í uppskoti at avseta 40 milliónir krónur til endamálið. Hetta svarar til, at áleið 10 prosent av tryggingargjaldinum hjá hvørjum einstøkum tryggingartakara verður útgoldið.

Orsøkin til, at útgjaldið er sett í mun til tryggingargjøldini til Betri Trygging er, at tú sum tryggingartakari í Betri Trygging gerst limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Rætturin til at fáa lut í tí, sum samtakið forvinnur, er knýttur at hesum limaskapi.

Tað er umboðsráðið, sum á aðalfundi endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar.

Aðalfundur felagsins verður í apríl, og eftir aðalfundin verður avsetta upphæddin goldin út. 

Miðað verður ímóti at býta út á hvørjum ári. Upphæddin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.

Samanhald er grundarlagið undir felagnum, tí Betri hevur altíð verið “eitt felag, vit eiga í felag”. So tá ið tað verður býtt út av tí, sum felagið forvinnur, so er hetta ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

22 Leygardagur 15. Jan 2022

Meiriluti fyri Nato-radara - men ósemja um hvør eigur avgerðina

Hugburðurin hjá føroyingum mótvegis Nato er jaligur, vísir nýggj kanning, sum Heini í Skorini, adjunktur á Setrinum stendur fyri

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Innsent

Ein greiður meiriluti av føroyingum tekur undir við, at Føroya Landsstýrið sigur ja til at byggja nýggjan Nato-radara á Sornfelli. Men bara 16 prosent taka undir við ætlanini um, at løgtingsins uttanlandsnevnd skal taka avgerðina einsamøll, soleiðis sum Landsstýrið hevur boðað frá.

Næstan helvtin heldur, at alt løgtingið eigur at taka hesa avgerð, og 29 prosent halda, at málið átti at verið lagt út til fólkaatkvøðu. 


[object Object]

[object Object]

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning um fólksligan hugburð til uttanríkis- og trygdarpolitikk, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt.

Kanningin varð gjørd í november og desember, og umleið 800 tilvildarliga valdir føroyingar luttóku.

Kanningin er umboðandi fyri allar Føroyar, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman úrslitini í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgd av verkætlanini.

Kanningin vísir eisini, at ein meiriluti á 54 prosent sigur seg antin vera púra samdur ella lutvíst samdur í útsøgnini um, at føroyingar skulu reka radaran. Men tey allar fægstu (6 prosent) halda, at føroyingar skulu rinda fyri radaran.

[object Object]

[object Object]

Kanningin vísir eisini, at ein stórur meiriluti av føroyingum (71 prosent) heldur, at Føroyar skulu hoyra til vesturlendsku verjusamgonguna, NATO. 59 prosent uppfata Nato sum ein positivan felagsskap, og helvtin heldur, at Føroyar áttu at samstarva meiri við Nato.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Kanningin er fíggjað av týska felagsskapinum Konrad Adenauer Stiftung, sum vitjaði í Føroyum seinasta summar.

Fleiri úrslit um fólksligan hugburð til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk verða almannakunngjørd í eini størri rapport um evnið í februar.

Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetrinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

23 Leygardagur 15. Jan 2022

PET: Kina og Russland hava vaksandi áhuga fyri Føroyum

Danska Fregnartænastan hevur á fyrsta sinni givið út almenna frágreiðing

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórveldini Kina og Russland eru ein hóttan móti ríkisfelagsskapinum, tí hesi londini hava ein áhuga í at seta fótonglar fyri støðuni hjá USA og øðrum vesturlondum í Føroyum og Grønlandi.

Hetta kann millum annað lesast í fyrstu almennu frágreiðingini, sum danska fregnartænastan PET (Politiets Efterretningstjeneste, -red.) hevur kunngjørt.

Frágreiðingin staðfestir, at njósning í dag er ein størri hóttan móti Danmark og ríkisfelagsskapinum, enn hon fyrr hevur verið. Og tað er serliga Kina, sum vísir áhuga.

Um Føroyar og Grønland stendur millum annað soleiðis í frágreiðingini:

- Kina, Russland, USA umframt fleiri evropeisk lond hava vaksandi geostrategisk, trygdarpolitisk og búskaparlig áhugamál í Arktis og Norðuratlantshavi. Nøkur av hesum londum kappast um atgongd til m.a. tilfeingi, havleiðir, gransking og pláss av hernaðarligum týdningi.

- Føroyar og Grønland liggja á landafrøðiliga týdningarmiklum økjum fyri skip, kavbátar og flogfør... Harafturat hava stórveldini áhuga fyri tilfeinginum, sum finst í grønlendsku undirgrundini.

- Tað er tí metingin hjá PET, at tað er ein hóttan frá bæði kinesiskum og russiskum fregnartænastuvirksemi, serliga ávirkan og njósning, sum eitt nú sæst sum ‘cyberálop’ móti donskum, føroyskum og grønlendskum myndugleikum, avgerðartakarum, fyritøkum og granskingarstovnum.

- PET metir, at Kina og Russland eitt nú eru áhugað í at fáa fatur á upplýsingum um hernaðarlig, politisk og búskaparlig viðurskifti, støðuni hjá ríkisfelagsskapinum og teimum einstøku ríkispørtunum (les: londunum, -red.) í samráðingum og gransking av hernaðarligum, politiskum ella búskaparligum týdningi. Harumframt hava Kina og Russland áhuga í at gera tað trupult hjá USA og øðrum vestanlondum at varðveita sína støðu í Føroyum og Grønlandi.

Tað er metingin hjá PET, at vandar kunnu verða tengdir av ávísum altjóða samstørvum og umfatandi íløguvirksemi og samhandli við Kina og Russland, tí slíkt virksemi eftir umstøðunum kann gera Føroyar og Grønland meira sárbær mótvegis njósning og ávirkan.

SÍ frágreiðingina her 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

24
Leygardagur 15. Jan 2022

Hellutangi smokkaður í briminum

Náttúrukreftirnar eru í holt við at gera av við fóðurflakan á Víkum

Soleiðis sá út 12. apríl í fjør. Nakrar dagar aftaná at fóðurflakin sleit (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var í illveðri fyrst í apríl, at flóðurflakin hjá Hiddenfjord, Hellutangi, sleit og rak á land á Víkum norðuri í Vágum.

Royndir vórðu gjørdar at fáa Hellutanga leysan aftur, men royndirnar eydnaðust ikki, og móti vetri ásannaði alifyritøkan, at tað ikki gjørdist meira fyri veturin.

Nógv brim hevur verið seinastu tíðina, og náttúrukreftirnar gera sítt til at fáa 80 metrar langa skipið, sum jú ikki eigur at liggja har, burtur. Tað hevur ligið sum eitt spøkilsisskip síðani í vár, men nú er tað smokkað so mikið nógv saman, at skipið bara sæst tá tað er fjøra.

Dimmalætting sendi í hesari vikuni fólk norð á Munnan. Tá útsendi kom vegin fram, var eingin fóðurflaki at síggja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

25 Leygardagur 15. Jan 2022

Vágs kommuna velur aftur at hópfíggja

Kommunan fer at søkja um at hópfíggja 46 milliónir krónur til eina rentu á 0,45 prosent árliga til lánsgevararnar. Øll kunnu vera við til at veita lán

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Øll kunnu bjóða at lána, nú Vágs Kommuna á Flexfunding.fo søkir at hópfíggja í alt 46 milliónir krónur til eina rentu á 0,45 prosent árliga til lánsgevararnar.

Vágs kommuna endurtekur nú væleydnaðu hópfíggingina av kommunuskuldini. Fyri trimum árum síðani søkti kommunan – møguliga sum tann fyrsta í heiminum – um fígging á einum hópfíggingarpalli, flexfunding.fo. Lánið varð fíggjað eftir 14 døgum av lokalum borgarum, vinnuligum íleggjarum og Suðuroyar Sparikassa.

Í samstarvi við Flex Funding søkir Vágs Kommuna nú um 46 milliónir krónur í láni í sambandi við umfígging av kommunuskuldini. Lánið er eitt sokallað standandi lán - avdráttarfrítt í trý ár – við eini árligari fastari rentu á 0,60 prosent. Lángevararnir fáa eina árliga fasta rentu á 0,45 prosent í trý ár. Munurin á 0,15 prosent er kostnaður at brúka Flex Funding pallin.

1.380 fólk búgva í Vágs Kommunu, og kommunan hevur seinastu árini ment seg nógv. Í dag hýsir Vágs Kommuna eitt fjølbroytt vinnulív og eitt ríkt frítíðar- og mentanarlív. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, væntar, at tað verður møguligt hjá kommununi at fáa fíggjað ein part av láninum í nærumhvørvinum

- Hópfígging av kommunuskuldini gevur borgarunum møguleika at stuðla lokalt og samstundis fáa ein vinning á samansparingini – ein vinn/vinn støða. Minsta upphædd, ið ein kann lána út, er 200 kr. so øll kunnu vera við, sigur borgarstjórin.

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, sær tað sum eitt gott ískoyti til innistandandi í banka at verða við í umfíggingini av kommunuskuldini.

- Í verandi marknaðarstøðu fær kundin negativa ella onga rentu fyri innistandandi í einum peningastovni. Hetta er ein møguleiki, um ein kann binda peningin í trý ár, tí váðin á kommunufígging er sera lágur. Lán til kommunur verða av mynduleikunum mett at verða uttan váða, sigur stjórin.

Uppboðssølan byrjaði í gjár. Uppboðssølan er almenn og skipað eftir leistinum ‘fyrstur bjóðar, fyrstur fær’.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

26 Leygardagur 15. Jan 2022

Atlantic Airways ger tillagingar í ferðaætlanini

Færri bókingar hava við sær, at nakrir túrar verða tiknir úr ferðaætlanini í januar, februar og mars, men flogfelagið fer framvegis at flúgva hvønn dag, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið varð boðað frá, at SAS ikki fer at flúgva til Føroyar hendan veturin orsakað av vantandi eftirspurninginum, og færri bókingar komandi tíðina er eisini orsøkin til, at Atlantic Airways hevur tikið nakrar túrar úr ferðaætlanini hjá flogfelagnum í januar, februar og mars.

Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways segði við Útvarpið, at fólk hava verið meira varin við at bíleggja ferðir, síðan omikron-frábrigdið av koronu var staðfest.

Hóast nakrir túrar verða tiknir úr ferðaætlanini, verður tó framvegis flogið hvønn dag, og framvegis verður flogið til øll ferðamálini, sum flogfelagið hevur sett sær fyri at flúgva til, sigur Jóhanna á Bergi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2022

27 Leygardagur 15. Jan 2022

Meira enn milliard krónur í lønum í desember

Hetta hendi í desember í fjør, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni

Mannfólkini fingu nærum tað tvífalda av hvat kvinnurnar fingu í løn í desember (Savndmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin kundu vit fortelja frá Hagstovuni, at ongantíð fyrr vóru so nógvar lønarútgjaldingar framdar, sum í desember 2021. Talið lá oman fyri 28.000 fyri fyrstu ferð.

Nú hevur Hagstovan eisini sett krónur á nýggjastu lønarhagtølini, og hesi vísa, at goldnar vóru 1.051 milliónir krónur út í lønum í desember. Hetta er fyrstu ferð, at lønarútgjaldingarnar fóru upp um milliardina í einum einstøkum mánaða.

Hagtølini vísa, at desember mánaði altíð er hin størsti í árinum viðvíkjandi lønarútgjaldingum.

Til sammetingar vórðu 981 milliónir útgoldnar í lønum í desember 2020 og 941 milliónir í desember 2019.

Lakastu desembermánaðirnir til lønarútgjaldingar vóru í kreppuárunum 1994 og 1995, tá lønarútgjaldingarnar í desember vóru ávikavist 285 og 287 milliónir, so vøksturin hesi knapt 30 árini má sigast at hava verið stórur á hesum øki.

Mannfólkini fingu nærum tað tvífalda av hvat kvinnurnar fingu. Av teimum 1.051 milliónunum, vórðu 685 milliónir goldnar til menn og 366 milliónir til kvinnur, vísa hagtølini.

Býtt upp í økir, fóru 41,2 prosent til løntakarar í Suðurstreymoy, 22,2 prosent til Eysturoynna, 11,7 til Norðoyar, 6,9 til Norðurstreymoy, 6,8 til Suðuroynna 5,7 til Vágar, 1,9 til Sandoynna og 3,6 prosent fóru til løntakarar uttanlands.

Lønarútgjaldingarnar fyri alt árið í fjør vóru 10,645 milliardir krónur. Hetta er 375 milliónir krónur meira enn í 2020 – ein vøkstur á 3,7 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

28 Leygardagur 15. Jan 2022

Heilsuøkið ment munandi við Sjúkrakassagrunninum

Eftirmetingin av Sjúkrakassagrunninum varð løgd fram á fundi í síðstu viku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Av tí at øll í Føroyum høvdu verið við til at stuðla sjúkrakassarnar, so ynsktu vit, at fæið skuldi verða býtt út uppá tann mátan, at øll fingu gleði av tí. Eftir at hava hoyrt frágreiðingarnar frá teimum ymisku verkætlanunum, so má eg bara siga, at tað hevur verið heilt fantastiskt.

- Nú tá eg hugsi, at tað eru sjey ár, síðani vit sótu við hesum her, so hevði eg ikki droymt um, at tað vóru so nógv, sum høvdu fingið gleði av hesum pengunum.

Millum annað hetta segði Jákup N. Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í Sjúkrakassagrunni Føroya, tá eftirmetingin av Sjúkrakassagrunninum varð løgd fram á fundi hósdagin 6. januar.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, legði fram frágreiðingina, sum er gjørd um virksemið hjá Sjúkrakassagrunninum síðani 2014.

Fleiri stuttar framløgur vóru um úrslit frá nøkrum av teimum mongu verkætlanum, sum eru vorðnar stuðlaðar.

Síðani var pallborðskjak um, hvat er komið burturúr, og hvørji næstu stigini skulu vera.

Luttakararnir vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður við granskingarmálum, Jákup N. Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í Sjúkrakassagrunninum, Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum, og Jan Rasmussen, formaður í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum.

Í kjakinum var breið semja um, at tað hevur eydnast at menna heilsuøkið munandi hesi árini við peninginum frá sjúkrakassunum í Føroyum. Verkætlanirnar hava givið nýggja vitan, betri heilsutilboð, styrkt fakligar førleikar og samstarv um gransking á heilsuøkinum. Tað hevur eydnast at seta nýggjar dugnaligar og ágrýtnar granskarar við, sum fara at kunna flyta okkum enn longri fram á leið.

Tað varð staðfest, at føroysk heilsugransking, sum var sera avmarkað fyri umleið 10 árum síðani, er ment munandi við stuðli úr Sjúkakassagrunninum. Dentur varð lagdur á, at tað nú er alneyðugt, at tað almenna raðfestir gransking væl hægri við fígging til granskarastørv og granskingartíð til læknar og onnur í heilsuverkinum, so til ber at halda góðu kósina. Annars er vandi fyri, at vit missa fólk av aftur landinum og framstigini á gólvið.

Víst varð á, at stuðul til gransking er íløga, sum í nógvum førum loysir seg fíggjarliga umframt menniskjansliga. Hetta er ikki minst galdandi í heilsuverkinum, har læknar við granskingarroyndum kunnu átaka sær fleiri serviðgerðir í Føroyum, heldur enn at senda fólk av landinum til viðgerðar. Hetta er í longdini bæði betri og bíligari fyri borgaran og fyri samfelagið.

Smærru verkætlanirnar við stuðli frá Høvuðsøki 1 hava havt sera stóran týdning fyri áhugafeløg og limir tess kring landið og tær hava verið við til at skapa størri fólksligt tilvit um nyttuna av gransking fyri tann einstaka. Hetta fegnaðist Jenis av Rana, landsstýrismaður, serliga um, tí tað er neyðugt at fáa vanlig fólk og politikarar at skilja, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

Annika Sølvará tók at enda samanum og endurtók tá, at tað er tørvur á at finna fígging til framhaldandi gransking á heilsuøkinum. Fyrsta stigið kundi verið at játtað meira pening til Granskingargrunnin, sum lutfalsliga hevur væl lægri játtan í dag enn fyri 10-15 árum síðani.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2022

29 Leygardagur 15. Jan 2022

Skal vera betri pláss á flogvøllinum

Ætlanin er at útbyggja viðførismóttøkuna á Vága Floghavn longu í ár. Arbeitt verður við einari ætlan at útbyggja farstøðina, so hon klárar at taka ímóti einari millión ferðafólkum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

At standa kroyst saman í bæði á farstøðini og viðførisrúminum á Vága Floghavn skal vera ein farin tíð.

Arbeitt verður við einari ætlan at útbyggja farstøðina, so hon klárar at taka ímóti einari millión ferðafólkum um árið.

- Tað sigur seg sjálvt, at teir 3.000 fermetrarnir, sum vit hava í dag, eru ov lítið til 400.000 ferðafólk. Skulu vit kunna taka ímóti einari millión ferðafólkum, so kunnu fólk bara ganga støddina upp, og tað er tvær og eina hálva ferð so nógvir ferðmetrar, ið skulu til, staðfestir Regin I. Jakobsen, stjóri, fyri útvarpinum.

Fyrireikingararbeiðið er komið nakað áleiðis, men er í einari bíðistøðu nú í mun til fígging. Útbyggingin skal fíggjast við láni.

Flogvallastjórin sigur, at byrjað verður við viðførisrúminum, sum longu er ov lítið, og verður dupult so stórt.

- Viðførismóttøkan hevur í grundini verið ov lítil frá fyrsta degi. Hon var roknað út frá smærri flogførum, og nú er støddin tað dupulta. So har er ov lítið pláss til eina komu sum er. So har er neyðugt at gera eitt arbeiði, og tað er farið í gongd, sigur Regin I. Jakobsen við útvarpið.

Ætlanin er at seta hetta arbeiðið í gongd í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

30 Leygardagur 15. Jan 2022

Størsti fólkavøkstur í Havn og Klaksvík

Sum nakað nýtt kemur Nes kommuna á triðja plássi hvat fólkavøkstri viðvíkur

Nes kommuna hevur lutfalsliga stóran fólkavøkstur (Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tann 1. desember í fjør búðu 53.686 fólk í Føroyum. So nógv hava vit ongantíð verið fyrr. Hetta er ein vøkstur upp á 816 fólk í mun til 1. desember 2020, og sostatt talan um ein fólkavøkstur á 1,5 prosent.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 287 fólk og eini nettoflyting á 529 fólk. Í mun til undanfarna tíðarskeið er burðaravlopi lægri og nettoflytingin hægri, meðan samlaði vøksturin í tali er tann sami, skrivar Hagstovan.

Størsti vøkstur hetta tíðarskeiðið var í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum har fólkatalið vaks við ávikavist 447 og 91 fólkum, svarandi til ein vøkstur á ávikavist 2,0 og 1,7 prosent.

Sum nakað nýtt var triðstørsti vøkstur í Nes kommunu, har fólkatalið vaks við 66 fólkum ella 4,8 prosentum. Sostatt løgdust fleiri fólk afturat í Nes kommunu enn í Runavíkar kommunu hetta tíðarskeiðið, hóast fólkatalið í Nes kommunu bert telur ein triðing av fólkatalinum í Runavíkar kommunu, staðfestir Hagstovan.

Størsta afturgongd í fólkatalinum var í Kvívíkar, Sands og Skálavíkar kommunum, har tað 1. desember búði ávikavist 24, 13 og 10 fólk færri, ella ein minking á ávikavist 3,8, 2,4 og 6,8 prosent. Minkingin kemur serliga av innanlands flytingum úr kommununum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

31 Leygardagur 15. Jan 2022

J.F. Kjølbro Heilsøla 4,8 milliónir í avlopi í 2020

Fyritøkan legði eina millión aftur at ársúrslitinum í mun til árið fyri

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Navnið J.F. Kjølbro Heilsøla hevur røtur heilt aftur til tað ovurhonds stóra virksemið hjá kenda vinnulívsmanninum og stórreiðaranum Jógvan Frederik Kjølbro í Klaksvík.

Í 1996 keyptu brøðurnir Jákup og Jóannes Mikkelsen Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu frá Norðoyagrunninum eftir at stóru búskaparkreppuna fyrst í 1990unum, sum rakti føroyska samfelagið hart.

Í 2007 keyptu hjúnini Ester og Jákup Mikkelsen allan partapeningin í fyritøkuni, sum tey eiga ígjøgnum móðurfelagið Spf. Finna, sum eigur í fyritøkuni Spf. Kjølur.

Roknskapurin 2020 hjá Pf. J.F. Kjølbro Heilsølu vísir, at bruttovinningurin øktist úr 12,2 miólliónum krónum í 2019 til 13,5 milliónir krónur í 2020. Vøksturin í bruttovinninginum var tískil 11 prosent í 2020.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, var 6,5 milliónir krónur, samanborið við 5,3 milliónir í 2019.

Ársúrslitið í 2020 vísti eitt avlop á 4,8 milliónir krónur, í mun til 3,8 milliónir í 2019. Vøksturin í ársúrlitinum í 2020 var tískil 1 millión krónur, ella 25 prosent. 

Um hugt verður eftir fíggjarjavnanum í 2020, so vóru samlaðu ognirnar hjá J.F. Kjølbrø Heilsølu 19,9 milliónir krónur 

Støðisogn var 1,0 millión og vørugoynlsa 6,8 milliónir krónir og áogn av sølu var 12,1 milliónir krónur.

J.F. Kjølbro Heilsøla er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2020 er 9,3 milliónir krrónur. Trygdarevnið er 46,7 prosent, sum verður roknað at verða gott. 

Felagið hevur minkað um sína samlaðu skuld úr 11,6 milliónum í 2019 til 10,6 milliónir krónur í 2020.

Samanlagt er tí talan um eitt gott roknskaparár fyri 2020.

Aðalfundurin avgjørdi at útluta eigarunum, Spf. Finna, 3,5 milliónir krónur í vinningsbýti.  

Stjóri í J.F.Kjølbro Heilsølu er Hans Arni Bjarnason Thomsen. Nevndarformaður er Jákup A. Mikkelsen.  

Sambært heimasíðuni hjá felagnum er starvsfólkatalið í alt 17.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

32
Leygardagur 15. Jan 2022

Christian í Grótinum seinkaður nakrar vikur

Nýggi Christian í Grótinum skuldi eftir ætlan latast eigarunum síðst í januar, men hetta er útsett í nakrar vikur

Skrokkurin á Christian í Grótinum kom til Skagen í juli (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Talan verður um fyrsta nýbygningin til føroysku fiskivinnuna, sum føroyingar fáa í 12 ár.

Christian í Grótinum, sum er størsta skipið, sum higartil er bygt á Karstensens Skibsværft, skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í Klaksvík síðst í hesum mánaðinum, men hetta er útsett.

Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum, og verður annar skiparin umborð, sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at hetta ikki er nakað óvanligt, og at skipið helst kemur í februar heldur enn í januar.

Felagið aftan fyri Christian í Grótinum keypti í 2020 íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum fekk navnið Christian. Skipið skal fiskað kvoturnar hjá Christian í Grótinum til nýggja skipið kemur.

Felagið hevur fyri stuttum selt Christian til Vestmanna Fiskavirkið, sum skal yvirtaka skipið tá ið nýggi Christian í Grótinum kemur í flotan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

33
Leygardagur 15. Jan 2022

Av Hans á Bakka umborð á Bakkafoss, nýbygningin hjá Bakkafrost

- Ja, hetta er síðsti dagur her umborð, tí eg skal vera skipari á Bakkafossi, sum Bakkafrost byggir í Turkalandi, sigur Trúgvi Petersen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Hans á Bakka í vikuni, fekk hann at vita, at tað var síðsti arbeiðsdagur hjá skiparanum, sum hevur siglt við skipinum síðani tað kom til landið í 2015.

- Ja, hetta er síðsti dagur her umborð, tí eg skal vera skipari á Bakkafossi, sum Bakkafrost byggir í Turkalandi. Tað merkir tó ikki, at eg ikki kann koma umborð aftur her sum avloysari, um brúk verður fyri tí; tað sigur Trúgvi Petersen, skipari. 

- Árini her umborð hava bæði verið spennandi og mennandi. Hetta var ein nýggj vinna fyri meg, tá eg byrjaði, so eg havi lært nógv, eisini av teimum dugnaligu monnunum, eg havi siglt saman við, sigur hann.

- Nýggja avbjóðingin verður stórt sæð tann sama sum hendan, men Bakkafossur verður nærum dupult so stórur sum Hans á Bakka, sum kann hava umleið 450 tons av livandi fiski umborð. Bakkafossur hevur eisini fleiri møguleikar enn Hans á Bakka, tí hann er 109 metrar langt og 22 metrar breiður, og kann hava umleið 1.000 tons av livandi fiski umborð, sigur Trúgvi. 

- Eg fari ikki av Hans á Bakka, tí mær ikki dámar her umborð. Eg havi trivist sera væl, og eri væl nøgdur við manning og reiðarí. Men tá eg fekk í boði at føra Bakkafoss, helt eg, at eg skuldi taka av. Tað eru ikki allir skiparar, sum fáa spildurnýtt skip at føra, sigur Trúgvi.

- Eg skal nú niður til Turkalands og vera har, til skipið verður liðugt í juni. So skal tað siglast til Føroyar, sum tekur umleið 14 dagar. Tað verður áhugavert og spennandi at koma til Føroyar við Bakkafossi, sigur hann.

- Eg nevndi, at eg hevði lært nógv av monnunum her umborð, tí eg hevði ikki somu royndir sum teir. Eg fekk siglingstíðina umborð á missiónsskipinum, Dulos, hjá OM felagsskapinum frá 1994 til 1996, og fór so á skiparaskúla. Aftaná fór eg umborð á Logos II, sum eisini var eitt missiónsskip hjá OM. Har var eg eina tíð, til eg fór aftur í skúla og tók skipsførara, sigur Trúgvi Petersen, skipari.

[object Object]Hans á Bakka (Mynd: Sjómansmissiónin)

[object Object]
Soleiðis kemur nýggja skipið hjá Bakkafrost at síggja út 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

34
Leygardagur 15. Jan 2022

Fiskaaling granskari á odda fyri norðurlendskari verkætlan um eDNA

Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar nýggju verkætlanina "UNIFIeD", sum snýr seg um, hvussu Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland gagnnýta eDNA til havgransking og havyvirvøku. Tað er Ása Jacobsen, granskari á Pf. Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Havgransking í Norðurlondum verður í alsamt størri mun framd við granskingarhátti, ið brúkar umhvørvis-DNA (eDNA). Hóast eDNA er eitt gott amboð at brúka í sambandi við eftirliti av havtilfeingi, so vantar enn ein felags leistur, sum sigur, hvussu sýnisinnsavnan og greiningararbeiði skal gerast, soleiðis at úrslitini millum londini kunnu vera sambærlig.

Aðrastaðni er líknandi arbeiði skipað eftir felagsleisti og -strategi, sum fleiri lond samstarva um. Harvið verða kanningar, gransking og úrslitini sambærlig, soleiðis at granskarar hava betri møguleikar at samstarva og samanbera ymisk úrslit millum londini.

Smærri og fjarskotin øki, so sum í Norðuratlantshavi, hava í nógvum førum ikki felags leist ella strategi fyri gransking og annað vísindaligt arbeiði. Tað ger, at úrslit hiðani frá standa veikari frá hvørjari granskingarverkætlan sær, og tað ber illa til at fáa eina samlaða mynd av teimum viðurskiftunum, ið verða granskað. Hetta ger seg galdandi fyri eDNA-kanningar.

Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari fyri Unifying Nordic Initiatives and Fostering Involvement on eDNA” (UNIFIeD). Endamálið er at savna granskarar úr átta stovnum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. Granskararnir skulu savna saman dátur úr øllum økjunum, sum verða skipað í eina støðisfrágreiðing um eDNA-virksemi. Verkætlanin endar við einum tykisfundi, har allir partar leggja fram og viðgera úrslitini.

Ætlanin er at eyðmerkja ein felags leist fyri mannagongdir, sum samstarvið hevur áhuga og møguleika fyri at fremja. Samstundis skulu styrkir og veikleikar í ymisku økjunum í hesum sambandi eyðmerkjast soleiðis, at man saman kann tryggja, at sami eDNA-leistur í mesta mun kann vera brúktur í allari norðurlendskari havgransking.

Umboðaðu økini hava øll langar stranda- og fjarðaskipanir í Norðuratlantshavi. Nevnda samstarv og felagsleistur verða til stórt gagn fyri øll økini.

Økini, sum eru umboðaði í UNIFIeD samstarvinum, eru av globalum týdningi fyri arbeiðið við veðurlagsbroytingar og geopolitik. Tí kann samstarvið um eDNA-grundaða eftirlitsskipan verða av avgerandi týdningi fyri at røkka Heimsmálum fyri Burðardygga Menning.

Arbeiðsbólkurin fyri hav- og strandaøki undir Norðurlendska ráðharraráðnum fíggjar UNIFIeD-verkætlanina í eitt ár.

Luttakarar í verkætlanini eru:

  • Føroyar: Fiskaaling, Havstovan og Fróðskaparsetrið.
  • Grønland: Pinngortitaleriffik (Grønlands Naturinstitut)
  • Ísland: Matís, Marine og Freshwater Research Institute (MFRI), Háskóli Íslands
  • Noreg: Arctic University of Norway

Fiskaaling

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

35 Leygardagur 15. Jan 2022

Tekjan á Christianskirkjuni skal umvælast

Standurin er so mikið ringur, at okkurt skal gerast sum skjótast. Tað kann fara at kosta umleið 40 milliónir krónur, og harvið er avgerð tikin um at hækka kirkjuskattin við 0,3 prosentum

- Eftir at hava fingið eina støðulýsing av tekjuni frá Nidaros Domkirkes Restaureringsarbeider, hava vit fingið staðfest, at tekjan er í sera ringum standi. Tað hava í longri tíð verið fleiri lekar, og eru steinarnir illa farnir, skrivar formaðurin í kirkjuráðnum í fráboðan
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað gevur eina eyka inntøku á í alt seks milliónir at hækka kirkjuskattin í Norðoya Vestara Prestagjaldi úr 0,6 prosentum til 0,9 prosent fyri næstu trý árini.

Hetta hevur kirkjuráðið valt at gjørt, og tað kemst av tí orsøk, at støðan viðvíkjandi takinum á Christianskirkjuni er bráfeingis: 

- Eftir at hava fingið eina støðulýsing av tekjuni frá Nidaros Domkirkes Restaureringsarbeider, hava vit fingið staðfest, at tekjan er í sera ringum standi. Tað hava í longri tíð verið fleiri lekar, og eru steinarnir illa farnir. Standurin er so mikið ringur, at her má okkurt gerast sum skjótast. Vit eru tí farin undir eina tilgongd, har ið vit skulu finna útav hvussu vit skulu loysa hetta.

Ein partur av loysnini er at fáa meira kirkjuskatt inn, men tað er langt frá at røkka á mál við væntaða kostnaðinum. Árni Brandsson Petersen, ið varð valdur til kirkjuráðsformann fyrr í vetur, ger í skrivi á Facebook-síðuni hjá Cristianskirkjuni greitt, at neyðugt er við umvæling skjótt, og at tað at hækka kirkjuskattin nakað er eitt stig á leiðini. Líknandi arbeiði gjørt í Noregi fyri umlleið 40 milliónir krónur.

Hækkingin kom í gildi 1. januar, og er galdandi fyri 2023 og 2024. Kirkjuráðsformaðurin greiðir í skrivinum, og víðari í samrøðu við Kringvarpið, frá, at ætlað varð at geva boðini í kirkjuni, men nú kirkjugongd ikki er í løtuni, og endaliga váttanin ikki kom ígjøgnum Próstadómsráðið fyrrenn í síðstu viku.

- Enn hyggja vit eftir, hvussu vit kunnu fáa fígging til hetta, og eru í samráð við próstadómsráðið.Tit koma at frætta meir, sum tíðin gongur og arbeiðið nærkast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

36 Leygardagur 15. Jan 2022

Klaksvík: Dagstovnaøkið hart rakt av korona

Fjórða hvørt starvsfólk hevur verið smittað síðani tollaksmessudag – neyðugt við tillagingum í barnaansingini

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í Klaksvíkar kommunu er dagstovnaøkið rættiliga hart rakt av koronustøðuni, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Undan jólum byrjaði omikron-frábrigdið av álvara at gera um seg í lokalsamfelagnum, og síðan tá er gongdin í hesi smittuni broytt munandi.

- Tey góðu tíðindini eru, at flestu fólk ikki tykjast at gerast eins sjúk av nýggja frábrigdinum. Hinvegin smittar omikron munandi verri, og tí er talið av smittaðum longu stórt, og tað er hetta, sum nú ávirkar dagstovnaøkið, skrivar klalsvik.fo.

Avleiðingarnar eru, at tað í løtuni mangla starvsfólk á dagstovnaøkinum, og tí er eisini neyðugt at gera tillagingar av virkseminum.

- Av hesi orsøk mugu onkrir stovnar skerja upplatingartíðina, antin hjá øllum stovninum ella í einstøkum stovum. Í øðrum førum verða stovur ella stovnar stongdir í eitt ávíst dagatal. Hetta er als ikki nøkur ynskilig støða, og vit ynskja og vóna, øll at koma úr henni skjótast gjørligt, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðs frá avvarandi stovni um, hvussu hetta ávirkar stovuna og/ella stovnin, har barn teirra gongur.

Síðan tollaksmessudag hevur fjórða hvørt starvsfólk á dagstovnaøkinum hjá Klaksvíkar kommunu verið smittað. Talið á børnum, ið hava havt korona, er væl lægri, skrivar heimasíðan hjá kommununi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

37 Leygardagur 15. Jan 2022

Eyðun á Lakjuni er fyribils borgarstjóri

Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri, røkir fyribils starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

(Savnsmynd: Jógvan Óli Kristiansen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í sambandi við at Dávur Juul, borgarstjóri, er í sjúkraørindum í Danmark, røkir Eyðun á Lakjuni starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu fyribils.

Hesum boðar Fuglafjarðar kommuna frá í tíðindaskrivi.

Eyðun á Lakjuni hevur verið býráðslimur í meira enn 20 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000, og í hesari býráðssetuni er Eyðun eisini formaður í mentamálanevndini og næstformaður í fíggjarnevndini.

Hetta er fyrstu ferð, at Eyðun á Lakjuni røkir starvið sum borgarstjóri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

38 Leygardagur 15. Jan 2022

Sissal Kristiansen sett til verkætlanarfólk í Fuglafirði

Hon skal virka fyri at menna ferðavinnuna í Fuglafjarðar kommunu og at gera ferðavinnupolitikk fyri øki. Sissal er cand.merc og hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár

Rønn Eliasen, mentanarleiðari, Sissal Kj. Kristiansen, verkætlanarleiðari, og Dávur Juul, borgarstjóri
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør skøtri Fuglafjarðar kommunu eftir verkætlanarfólki til uppgávuna at menna ferðavinnuna í økinum og gera ferðavinnupolitikk fyri tað.

Ein setanarbólkur varð settur við Jóngerð Abrahamsen og Brynhild Næs Petersen fyri kommununa og Jóhan Paula Helgason fyri Visit Faroe Islands.

- Eftir at hava gjøgnumgingið umsóknirnar og havt samrøður við nakrar umsøkjarar, avgjørdi setanarbólkurin at bjóða Sissal Kj. Kristiansen uppgávuna. Sissal, sum er cand.merc., hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár. Seinnu árini hevur hin 

Hetta skrivar Kunningarstovan í Fuglafirði - Visit Fuglafjørður - í tíðindaskrivi.

Lagt verður afturat, at Sissal er sera góð við Fuglafjørð og øki, tí umframt at hava ættarbond til Fuglafjarðar, hevur hon í mong ár eisini undirvíst á Kambsdali.

Sissal Kristiansen er farin í gongd við uppgávuna, og mett verður at grundarlag fyri ferðavinnunini í økinum er til staðar við vøkru náttúruni, hugnaliga býnum, vær varda fjørðinum og skapandi fólkinum, umframt øllum teim stovnum og støðum, sum er, ella kunnu blíva virknir viðleikarar í ferðavinnununi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

39 Leygardagur 15. Jan 2022

Mentanarvirðislønirnar handaðar á Drelnesi í ár

Komandi mikukvøld fer Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at handa virðirlønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í komandi viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri árið 2021.

Í ár verður hátíðarløtan hildin í SALT á Drelnesi mikukvøldið 19. januar klokkan 19.

Av tí, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast, verður tiltakið í ár bara hildið fyri innbodnum. Almenningurin kann tó fylgja við í Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

• Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

• Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 krónur. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

• Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 krónur. Hon verður latin lista- ella mentafólki, sum hevur víst serliga góð evni og/ella sum hevur gjørt vart við seg innan sítt øki.

Sum siðvenja er, verða nøvnini á teimum, sum fáa virðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

40 Leygardagur 15. Jan 2022

Rangvørg – gerandishugleiðingar í nýklassiskum skapi

Kári Jacobsen og Birita Poulsen tulka hugleiðingar hjá Urd Johannesen

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fýra gerandishugleiðingar í flottum búna.

Rangvørg eitur nýggj tónlistarlig verkætlan, sum farna vikuskiftið varð útgivin talgilt á netinum.

Talan er um klassiskan sang við klaverfylgispæli. Sera dugnaliga unga sopranin Birita Poulsen syngur aftur við klaverspælinum hjá tónaskaldinum sjálvum, Kára Linderoth Jacobsen.

Talan er um fýra yrkingar ella hugleiðingar, sum Urd Johannesen hevur skrivað.

Seinnapartin sunnudagin var útgávukonssert í stásiligu konserthøllini Hátúni á Musikkskúlanum í Havn.

Her greiddi Urd Johannesen frá, at talan er um gerandisligar hugleiðingar, sum hon fór undir at skriva um tað mundið, tá Føroyar stongdi niður í 2020. Hon valdi at leggja tær út á Facebook, og undraðist yvir, at tað vóru heilt nógv sum kendu seg aftur í hennara løgna máta at síggja verðina.

Ein teirra var tónleikarin Kári Jacobsen, sum gjørdi ikki mætari enn at seta tónleik til tekstirnar, sum upprunaliga ikki vóru ætlaðir at framførast sum sangir.

Kári hevur gjørt tekstirnar til vakrar sangir sambært klassiska lied-siðvenjini.

Lied merkir vísa á týskum, men verður eisini brúkt sum heiti fyri ein serligan tónastíl við klassiskum sangum, ið vórðu komponeraðir serliga í 18. og 19. øld. Millum meistararnar í lied-tónsetingum vóru Franz Schubert, Robert Schumann og Johannes Brahms. Talan er um sang einans við klaverfylgispæli.

Løtan í Hátúni sunnudagin gjørdist eitt inniligt upplivilsi, har Birita Poulsen við síni yndisligu rødd prógvaði, at hon er við at mennast til ein solist á altjóða støði. Kári Linderoth Jacobsen prógvaði eisini, at hann meistrar trupla kynstrið at tónseta lieder til óbundnar tekstir. 

Urd Johannesen las sjálv upp yrkingarnar/hugleiðingarnar áðrenn tær vórðu frumframførdar.

[object Object]

Sangirnir vórðu í summar tiknir upp av Finni Hansen, og nú kann ein og hvør fara út á Spotify ellar aðrar líknandi netpallar og uppliva sangirnar framførdar av Biritu Poulsen og Kára Jacobsen. Til útgávuna er gjørdur ein “húsi” við mynd, sum Heiðrikur á Heygum hevur teknað.

Niclas Johannesen, bróðir Urd, skrivar soleiðis um framførsluna í eini heilsan til systrina á Facebook:

“Fyri meg var hetta ein rík løta, ið góvu tár í eygnakrókar og smíl á varrar. Imponerandi var, hvussu væl Kári Jacobsen komponerar so leikandi lætt melodiskt og samstundis harmoniskt ríkt til óbundnar yrkingar, og hvussu væl Birita Poulsen við artistiskari nærveru tulkar við tamarhaldi, góðari intonasjón og klárari rødd føroyskan lyrikk, ið ferðast út um fonetisku eg-teg-tær-mær bøgarðarnar. Topp klassi.”


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

41 Leygardagur 15. Jan 2022

Margreta drotning II - á trónuni í hálva øld

Posta gevur út nýtt frímerki 14. januar tá drotningin hevur sitið á trónuni í fimmti ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann 14. januar 2022 kann Margreta drotning II hátíðarhalda, at hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning. 

Posta gevur í sambandi við hátíðardagin út eitt smáark, har Margreta drotning II situr framman fyri Kirkjubømúrin. Drotningin er í føroyskum klæðum, og kring hana er grønur bøur og blátt hav. Á henda hátt vísir smáarkið tokka hennara til Føroyar, og føroyska søgu, mentan og náttúru. 

Stóri áhugin, sum Margreta drotning II hevur víst Føroyum og føroyskari mentan, hevur havt stóran týdning fyri góða umdømi hennara í Føroyum. Hóast øll ikki eru samd um, hvønn týdning kongshúsið eigur at hava í dag, so ber illa til at hava annað enn virðing fyri einari drotning, sum hevur lært seg føroyskt mál og føroyskan dans. Harumframt ber hon føroysku klæði síni við stoltleika, og hon hevur dygt innlit í føroyska list og man hava vitjað so at siga hvønn krók í landinum. 

Eingin av kongunum undan henni hevur vitjað í Føroyum so ofta sum hon, og hóast vitjanirnar hava verið mangar, so er Margreta drotning II líka vælkomin á føroyavitjan í dag, sum hon var fyri 50 árum síðani. 

Viðurkendi norski listamaðurin, Martin Mörck hevur sniðgivið og myndrist smáarkið.

Les meira um frímerkið her 

[object Object]

Tíðindaskriv frá Posta


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

42 Leygardagur 15. Jan 2022

Jógvan Asbjørn Skaale í Gallarí Havnará

Jógvan Asbjørn Skaale andaðist í august 2020, men eftir hann liggur nógv list, ið nú verður víst fram í Gallarí Havnará frá 18. januar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Onnur framsýningin í nýggja Gallarí Havnará letur upp týsdagin 18. januar, við málningum eftir Jógvan Asbjørn Skaale, sála.

Jógvan Asbjørn Skaale gjørdist veruliga eitt kent andlit fyri flestar føroyingar, tá hann í 80ununum í Sjónvarpsfelagnum og síðan sum stjóri í Sjónvarpi Føroya, kom út í allar stovur í Føroyum.

Men eftir, at hann gavst sum stjóri í Sjónvarpinum í 1993, var tað fyrst og fremst sum listamaður, at Jógvan Asbjørn Skaale var virkin.

Hann málaði alt lívið, tað tók veruliga dik á seg, tá hann 14 ára gamal slapp á málaraskeið í realskúlanum og mamman gav honum 100 krónur at keypa oljumáling og lørift fyri.

Hann arbeiddi við síni list meira og minnið alt lívið. Men eftir, at hann gavst sum sjónvarpsstjóri, vóru framsýningarnar fleiri og málningarnir nógv fleiri.

Myndamotivini vóru nógv og ymisk, men seinnu árini vóru tað kvinnumyndirnar, ið gjørdust hansara eyðkenni.

Í samrøðu við Suna Merkisstein í 2014 segði Jógvan Asbjørn, at hann tá var farin at bert mála kvinnumyndir. Tí hóast hann hevði arbeitt nógv við landsløgum og øðrum, so kendi hann ikki, at hann kláraði tað betri enn teir gomlu stóru málararnir gjørdu. Teir høvdu longu málað føroyska landslagið so ofta, at tað nýttist hann ikki. Tí hevði hann valt at gera kvinnuna til sítt landslag.

Jógvan Asbjørn Skaale andaðist í august 2020, men eftir hann liggur nógv list, ið nú verður víst fram í Gallarí Havnará.

Ferinisering verður týsdagin 18 . januar kl 16. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl 15 til 18 til 23. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

43 Leygardagur 15. Jan 2022

Føroysk málningalist í Paris

Føroysk mentan og list er á plakatini í franska høvuðsstaðnum komandi mánaðirnar

Hansina Iversen er eitt av listafólkunum, sum verður við á føroysku framsýningini í Le Bicolore
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin lat upp ein stór myndlistaframsíning í franska høvuðsstaðnum Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni.

Framsýningin er í hølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs-Élysées.

Framsýningin ber heitið ”Un éclat de soleil”, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".

Sólarljósið í útnorðri hevur ein serstakan og týðandi leiklut í føroyskari myndlist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskum málningum, ið bæði eru figurativir og abstraktir. Samstundis lýsa verkini og framsýningin eina gongd gjøgnum føroyska myndlistasøgu í 20. og 21. øld.

Kinna Poulsen er kurator fyri framsýningini, ið er hin fyrsta serføroyska listaframsýningin í Paris. Framsýningin verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, donsku sendistovuni í Paris og La Maison du Danemark í samstarvi við Listasavn Føroya. 

Framsýningin er opin fram til 13. mars.

Føroyar í Paris 2022
Listaframsýningin er partur av einum føroyskum mentanarátaki í Paris, ið verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.

Umframt listaframsýningina fevnir átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

44 Leygardagur 15. Jan 2022

Fremsta Ronettes-sangarinnan deyð

Ronnie Spector gjørdist 78 ára gomul

(Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ronnie Spector, slóðbrótandi forsangarin í seksti ára gentubólkinum The Ronettes, er deyð. Hon gjørdist 78 ára gomul.

Hon gjørdist kend fyri sangir sum “Be my Baby”, “Baby I Love You” og “Walking in the Rain”.

Familja hennara hevur boðað frá, at hon doyði, 78 ára gomul, eftir eitt stutt stríð við krabbameini, skrivar BBC.

Hon varð fødd á Manhattan í 1943 sum Veronica Yvette Bennett, og gjørdist kend við at syngja saman við eldri systur síni Estelle og systkinabarninum, Nedra Talley.

Tað var við teirra ógvusliga brúki av mascara og høgt uppsetta hári, at heimurin fekk eyguni upp fyri The Ronettes.

Ronnie giftist í 1968 við tónleikaframleiðaranum, Phil Spector, ið var maðurin aftan fyri sermerkta ljóðið, “wall of sound”. Tey vóru gift í seks ár og ættleiddu trý børn áðrenn tey fóru frá hvørjum øðrum.

Eftir hjúnaskilnaðin avdúkaði Ronnie, at Phil Spector hevði misnýtt hana. Í ævisøgu síni skrivar hon, at Phil hevði eina kistu standandi í kjallaranum í húsunum fyri at minna hana á, at hann fór at drepa hana, um hon fór frá honum. Í 1972 flýggjaði hon heimanífrá, berføtt.

Tað var Phil Spector, sum framleiddi hittini “Be My Baby” og “Baby I Love You”. Phil Spector doyði í fjør, fongslaður í einum drápsmáli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

45 Leygardagur 15. Jan 2022

FNU: Áarførið í Dali ein áminning um veðurlagsbroytingarnar

- Líka ræðandi, sum tað var seinasta juli at síggja áarførið í Týsklandi, líka órógvandi var tað um nýggjárið at síggja herviliga regnið í Dali skrivar FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag

Frá áarførinum í Dali við árslok (Mynd: Róða Bødvarsdóttir)
SkrivaÐ:

Jan Müller

FNU skrivar, at tað er vísindaliga staðfest, at hitin á jørðini økist, og orsøkin er útlátið av vakstrarhúsgassum, serliga CO2. Av hesum hitnar atmosferan og jú heitari verður, jú meira vætu kann atmosferan rúma.

Vit fara tí at fáa ikki bara at fáa meira regn og meira vind, men eisini meira ógvusligt regn og ógvusligan vind. Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, vatn er allastaðni rundan um okkum, so hetta er nakað, sum vit kunnu vænta serliga fer at raka okkum stendur í skrivinum og verður víst á, at tá  atmosferan hitnar, hitnar havið eisini og vit síggja longu óhugnaligar avleiðingar av hesum. T.d. føra granskarar fram, at júst hetta er ein av orsøkunum til, at toskurin á Føroyabanka ikki kemur undan. Ein onnur, ikki óhugsandi avleiðing av veðurlagsbroytingunum, er stóra fellið, sum er í alivinnuni, sum kann koma at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroyar.

Døpur útlit eru fyri framman og FNU heitir á landsstýrið um at taka veðurlagsbroytingarnar veruliga í álvara og seta ferð á grøna orkuskiftið. FNU heldur, at Jarðfeingi skal gevast at bjóða Føroyar fram til oljuleiting, og at landsstyrið skal lýsa Føroyar sum øki, har ikki meira verður leitað eftir olju, júst sum Grønland hevur gjørt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2022

46 Leygardagur 15. Jan 2022

Orkuprískreppa í fleiri evropeiskum londum

Orkuprískreppa er við at taka seg upp av álvara í fleiri evropeiskum londum. Talan er ikki minst um vaksandi gassprísirnar, sum raka húsarhald í fleiri londum sera meint

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er nakað fráliðið, síðani fyrst og fremst prísurin á gassi í fleiri evropeiskum londum brádliga hækkaði ógvusliga. Hetta sum úrslit av stórum eftirspurningi og minkandi framleiðslu.

Nú tykist støðan at taka seg upp aftur og versna. Tvey lond, sum eru hart rakt av høgu príshækkingini eru Danmark og Bretland. Í Danmark verður tosað um at veita almennan stuðul til húsarhald, sum brúka gass, og tey eru ikki so fá. 370.000 í tali. Teimum stendur nú í boði antin at rinda rokningina ella at gera íløgur í aðra orku so sum hitapumpur ella fjarhita. 

Í Bretlandi eru høgu gassprísirnir eisini ovast á breddanum og hava m.a. flokkarnir, teir Liberalu og Labour skotið upp, at leggja eyka skatt á olju- og gassfeløg at rinda húsarhaldum fyri høgu prísirnar á orku. Tað fær so aftur greinarar at gita, at áhugin fyri at gera íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum fer at minka sum so aftur kann vera við til at birta uppundir eftirspurningin eftir olju og gassi við tí avleiðing, at prísirnir fara at hækka uppaftur meira. Felagið hjá bretsku oljuvinnuni ávarar myndugleikar um ikki at taka slíkt stig, nú vinnan longu er fyri øðrum bakkøstum eitt nú við trýsti frá umhvørvisfelagsskapum. 

Eisini í Noregi merkist orkuprískreppan. Har er streymprísurin farin upp í loft, og tað merkist hjá nógvum. Norski forsætisráðharrin sigur, at neyðugt er at taka stig, sum kunnu lækka streymprísirnar og heldur, at fleiri íløgur mugu gerast í eitt nú vind- og sólorku og at gera orkunýtsluna meira effektiva.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

47 Leygardagur 15. Jan 2022

Danskir politikarar: Brúkið gassvápnið móti Russlandi

Vaksandi russiska trýstið móti Ukraina hevur fingið eitt nú danskar politikarar at mæla til at brúka gassvápnið móti Russlandi

Danskir politikarar halda, at vesturheimurin eigur at hótta Russland við at steðga gassinnflutninginum úr landinum. Og byrja við at nokta at góðkenna Nordstream 2 gassleiðingina
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta kom fram í kjaksendingini á DR, P1 Debat í vikuni, har ótryggu viðurskiftini millum ES, Nato, USA øðrumegin og Russland hinumegin vórðu á breddanum.

Russland hevur í løtuni 100.000 hermenn á venjingarlegu við ukrainska markið, og vesturheimurin ber ótta fyri, at Putin fer at geva síni hermegi boð um at gera innrás í Ukraina.

USA hevur higartil hótt við at seta í verk ógvuslig tiltøk móti Russlandi, um Putin ger álvara av at gera innrás. Putin hinumegin sigur, at talan er um venjingar, og at hann ætlar sær ikki at gera innrás í grannalandið. Hann krevur samtíðis, at vesturheimurin gevst við at tosa um at gera lond, sum liggja upp at markinum við Russland, til limir í Nato. Vesturheimurin hinvegin sigur, at Russland kann ikki leggja seg út í, hvørjar felagsskapir tess grannalond gerast limir av.

[object Object]Nýggja Nordstream 2 gassleiðingin millum Russland og Týskland fyllur nógv í orðskiftinum millum vesturheimin og Rusland um aktuellu og spentu støðuna í Ukraina og øðrum eysturevropeiskum londum

Frammaliga í orðaskiftinum í løtuni er at gera álvara av at brúka sonevnda gassvápnið í stríðnum móti Russlandi. Tvs. at Evropa skal hótta Russland við at seta forboð fyri gassinnflutninginum úr Russlandi og byrja við at forða fyri at taka ímóti gassi frá Nordstream 2 leiðingini úr Russlandi.

Hetta kom týðiliga fram í DR sendingini, har flestu luttakararnir, m.a. núverandi og fyrrverandi danskir politikarar tóku undir við uppskotinum um at byrja skerjingar av gassinnflutningi úr Russlandi. Russiski búskapurin er sera bundin at hesum útflutningi, og kann illa vera hann fyriuttan, uttan at tað fer at skaða búskapin álvarsliga. 

Víst verður eisini á, at tað er einki meira enn náttúrligt at minka um gassinnflutningin og harvið fara undir at menna grønu orkuna í Evropa. Tað er tó eisini ein sannroynd, at Evropa tørvar russiskt gass, so hóttanin um at brúka gassvápnið kann eisini gerast ein boomerang fyri fleiri lond í Evropa.

Samanumtikið telur veitingartrygdin hjá londum í Evropa  alt meira í orðaskiftinum. Og spurningurin er nú, hvørvítt Vesturheimurin fer ella er samdur um at brúka gasskortið í telvingini við Russland. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

48 Leygardagur 15. Jan 2022

Methøgar olju- og gassinntøkur frá norska landgrunninum

Høg framleiðsla av olju og gassi frá tilsamans 94 oljuleiðum, stórur eftirspurningur og høgir rávøruprísir hava við sær, at inntøkurnar hjá norska statinum frá kolvetnum eru søguliga høgar. Hetta er ikki minst takkað verið teir methøgu gassprísirnar

Ein fegin stjóri í norska oljudirektoratinum, Ingrid Sølvberg, nú olju- og gassvinnan á landgrunninum ongantíð seinastu 50 árini hevur givið so góð úrslit. Og framtíðin sær eisini bjørt út
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hesi fyri norðmenn kærkomnu tíðindini kundi stjórin í norska oljudirektoratinum, Ingrid Sølvberg, koma við, tá hesin týðandi norski stovnurin kundi hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag hósdagin.

- Vit rokna við eini støðugari høgari framleiðslu eisini tey komandi árini. Nógv nýggj fund um somu tíð sum nýggjar olju- og gassleiðir verða útbygdar komandi árini gera, at framleiðslan væntandi fer at vaksa heilt fram til 2024, sigur norski oljustjórin.

[object Object]Tá Johan Sverdrup oljuleiðin í Norðsjónum er liðugt útbygd fer henda risastóra oljuleiðin at standa fyri 35% av allari norsku olju- og gassframleiðsluni. 

4 mió. tunnur um dagin

Framleiðslan í 2021 var uppá 642 milliónir tunnur av olju og 113 milliardir standard rúmmetrar av gassi, sum svarar til 4 milliónir tunnur av olju um dagin, og er tað ein minni hækking frá árinum frammanundan.

Í fjør fóru fimm nýggjar leiðir undir framleiðslu. Hesar eru Duva, Yme, sum eru gamlar oljuleiðir, sum nú eru farnar undir aftur  framleiðslu av nýggjum, síðani Solveig, Martin Linge og Ærfugl. Hesar eru í Norðsjónum og í Norskahavinum.


[object Object]

Johan Sverdrup 35 prosent av allari oljuni

Risastóra oljuleiðin Johan Sverdrup, stig 1, koyrir við fullari ferð, og arbeitt verður við at fara undir stig 2 av útbyggingini í hesum árinum.

Tá framleiðslan á Johan Sverdrup kemur í hæddina, fer henda  einstaka oljuleiðin at standa fyri 35 prosentum av allari oljuframleiðsluni á norska landgrunninum. Í hesum árinum verður roknað við, at oljufeløg fara at lata inn fleiri tíggjutals útbyggingarætlanir.

Tað er ikki nóg mikið við hesum. Uppaftur fleiri nýggjar leiðir koma aftrat. Myndugleikarnir hava fingið útbyggingarætlanir fyri heili átta øki aftrat í 2021.

Lagaligari oljuskattur stóran týdning

Norski oljustjórin vísti í áhugaverdu framløgu síni á netinum á, at broytingin í oljuskattinum eigur sín lut í vaksandi virkseminum. Men sjálvt uttan henda skattapakkan, so høvdu kortini flestu av verkætlanunum verið framdar, tó onkrar eitt sindur seinni.

Tilsamans eru gjørdar íløgur uppá 150 milliardir krónur í oljuleiðir og menning av fundum á norska landgrunninum í 2021. Tað er so nakað minni enn árið fyri.

[object Object]Eitt vælútbygt undirstøðukervi við pallum og orkuleiðingum á norska landgrunninum er ein høvuðsorsøkin til, at fleiri og fleiri nýggjar oljuleiðir kunnu útbyggjast, sjálvt smærri øki. NOAKA er eitt dømi um, hvussu roynt verður at troyta væl útbygda undirstøðukervið.


Íløgur hækka  frá 2023

Oljudirektoratið roknar við eini framhaldandi minking í íløgunum í 2022, men eftir tað fara tær at vaksa aftur heilt fram til 2025. Íløgurnar hava við sær framhaldandi høga og lønandi framleiðslu fram til 2030. Tá vísa dagsins ætlanir, at framleiðslan fer at minka. Hvussu nógv og hvussu skjótt veldst um, hvussu nógva nýggja olju og gass feløgini finna.

Um somu tíð sum framleiðslan er høg, so minkar eisini CO2 útlátið. Høvuðsorsøkin til tað er nýtslan av orku úr landi. Málið er, at útlátið í 2030 skal koma niður í helvt samanborið við støðið í 2005.

Stórur áhugi fyri at leita

Áhaldandi leitingin og stóra talið á leitibrunnum hevði við sær 18 nýggj olju- og gassfund í 2021, og samlaða talið á leitibrunnum var 40. Ingrid Sølvberg roknaði við, at tað verða boraðir 30 til 40 leitibrunnar á norska landgrunninum í ár.

Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri at leita eftir nýggjum olju- og gassgoymslum í norskum øki. Millum 30 og 40 oljufeløg luttaka í leitingini og loyvini eru tvífalt so nógv.

Tað henda eisini stórar broytingar á norska landgrunninum, har nýggj feløg og nýggjar vinnur gera seg galdandi. Eitt nú verður vindorka til havs raðfest høgt og er Hywind Tampen heimsins fyrsta verkætlan, sum hevur fyri eygað at framleiða og veita vindorku til havs til oljupallar. Vindmyllurnar í hesi verkætlan verða settar upp í ár.

[object Object]Norðmenn kanna í løtuni, um mineral á havbotninum kunnu gerast ein framtíðar vinna. (Slík finnast eisini á føroyska landgrunninum, red.)


Nýggj mineralvinna

Ingrid  Sølvberg nam eisini við nýggjar vinnur á landgrunninum, eitt nú útvinnan av mineralum á havbotninum, sum kann gerast ein spildurnýggj vinna í Norra. Í fjør stóð Oljudirektoratið saman við lærdum háskúlum fyri eini kanning av hesum mineralunum. Fyribils úrslitið av kanningum seinastu fýra árini vísa, at tað finmast stórar áhugaverdar nøgdir av sonevndum manganskorpum og sulfidum á norska landgrunninum.

Stórir møguleikar at goyma CO2

Oljudirektoratið hevur eisini arbeitt við at kortleggja møguleikarnar fyri CO2 goymslu í undirgrundini. Tøl vísa, at pláss er fyri at goyma 80 mia. tons av CO2, sum svarar til norska útlátið í 1500 ár.  

- Vit síggja vaksandi áhuga hjá feløgum at fáa atgongd til øki í undirgrundini, sum tey kunnu brúka til CO2 goymslur. Í 2021 fingu vit umsóknir frá fimm feløgum til tvey øki, sum vórðu bjóðað fram í 2021 sigur norski oljustjórin.  

[object Object]Olju- og gassframleiðslan í Noregi fer fram í trimum ymsum havøkjum, Norðsjónum, Norskahavinum og í Barentshavinum, har vónir framvegis eru til menning av virkseminum, hóast fleiri brunnar hava verið turrir serliga har eysturi. Tvær stórar leiðir, Johan Castrup og Wisting koma skjótt í framleiðslu. Í løtuni verður gass framleitt á Snøhvit og olja á Goliat leiðunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

49 Leygardagur 15. Jan 2022

Størsti parturin av norska Stórtinginum tekur undir við oljuleiting

Ein ovurstórur meiriluti av limunum í norska Stórtinginum atkvøddi í vikuni ímóti einum uppskoti um at steðga oljuleiting í Norðsjónum

Marte Mjøs Persen, nýggi olju- og orkumálaráðharrin her á Johan Sverdrup oljufeltinum (Mynd Stavanger Aftenblad)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað vóru flokkarnir Sosialistisk Venstreparti, Rødt, Miljøpartiet De Grønne og Pasientfokus, sum høvdu lagt uppskot fram um heilt at steðga framtíðar oljuleiting á norska landgrunninum. Tá ovtornaði atkvøddu 19 fyri uppskotinum og 81 ímóti.

Flokkarnir, sum vórðu ímóti, vóru Arbeiderpartiet, Høyre, Fremskrittspartiet, Senterpartiet og Kristelig Folkeparti. Eftir viðgerðina helt tingmaðurin Ole André Myhrvold frá Senterflokkinum fyri, at uppskotið í veruleikanum snúði seg um at steðga norsku oljuvinnuni. Hesum vístu umboð fyri andstøðuna avgjørt aftur. 

Undir viðgerðini av uppskotinum fingu báðir partar høvi at siga sína hugsan um bæði leiting, veðurlagsbroytingar og oljuvinnuna sum heild. Ja til leiting flokkarnir førdu fram, at tað hevði havt  vanlukkuligar avleiðingar fyri nógv pláss á norsku strondini, um leitingin steðgaði nú. Mong túsundtals arbeiðspláss í vinnuni eru tengd at nýggjari leiting.

Eisini varð víst á, at skal norska oljuvirksemið minka, so verða tað bara onnur lond, sum átaka sær framleiðsluna ístaðin. Nei flokkarnir vístu harafturímóti á, at tað er nokk til av olju og gassi longu, og at tað nýtist ikki at leita meira. Víst varð á Paríssáttmálan og áheitanina frá ST aðalskrivarnum um at gevast við allari nýggjari leiting kring heimin. Her var svarið, at heimurin fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat. 

At hildið verður fram við leitingini á norska landgrunninum fer eisini at merkjast hjá fleiri føroyskum fyritøkum, sum eru virknar í frálandsvinnuni, eitt nú Thor í Hósvík og Skansi í Havn umframt hjá fyritøkum, sum leiga út føroyingar at arbeiða í norsku vinnuni, Pam Offshore og Faroe Offshore. 




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2022

50 Leygardagur 15. Jan 2022

Hetlendsk rakettstøð partur av rúmdarverkætlan

SaxaVord støðin á Unst í Hetlandi skal veita stuðul til fylgisvein, ið varð sendur út í rúmdina hósdagin

So seint sum í farnu viku, varð ein Falcon 9 rakett skotin út av Cape Canaveral (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi rakett útskjótingarstøðin í Unst í Hetlandi, SaxaVord UK Space Center, átti ein leiklut í hendingini, tá ein fylgisveinur seinnapartin hósdagin varð skotin út í rúmdina í eini Falcon9 rakett hjá SpaceX.

Útskjótingin fór fram á Cape Canaveral í Florida.

Hetlendska rakettstøðin SaxaVord hevur gjørt sáttmála við rúmdarfyritøkuna Lunasonde um at veita stuðul (launch and early operation support) til fylgisveinin Gossamer Piccolomini, sum varð sendur í ringrás um jørðina.

Tá fylgisveinurin er komin upp á pláss, skal hetlendska støðin framhaldandi spæla ein leiklut við at taka niður dátur. Uppgávan hjá fylgisveininum er at skanna jørðina til tess at finna óbrúkt tilfeingi í undirgrundini, skrivar heimasíðan hjá SaxaVord í dag. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

51 Leygardagur 15. Jan 2022

Danski fregnartænastustjórin fongslaður

Mánadagin kom fram, at Lars Findsen, stjóri fyri hernaðarligu donsku fregnartænastuna, hevur sitið fongslaður fyri at hava latið trúnaðarupplýsingar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ovastin í donsku hernaðarligu fregnartænastuni, FE, Lars Findsen, er fongslaður í einum máli um leka av trúnaðarupplýsingum.

Hetta kom fram á einum rættarfundi í býarrættinum í Keypmannahavn mánamorgunin. Her avgjørdi rætturin at sleppa navnaforboðnum í málinum. Tað vóru verjarnir hjá Findsen sjálvum, sum heittu á rættin um at sleppa kravinum um ikki at geva skuldsetta mannin til kennar, skrivar Ritzau.

Lars Findsen er 54 ára gamal, og er ein av fýra núverandi og fyrrverandi starvsfólkum hjá PET, Politiets Efterretningstjeneste, og FE, Forsvarets Efterretningstjeneste, sum 8. desember í fjør vórðu handtikin og skuldsett fyri at hava likið trúnaðarupplýsingar.

Trý teirra hava verið stillað fyri dómara í loyniligari grundlógaravhoyring, har hvørki miðlar ella onnur høvdu atgongd.

Tað er enn óvist fyri almenningunum júst hvørjar skuldsetingarnar eru. Men danskir miðlar hava í seinastuni skrivað um arbeiðið hjá fregnartænastuni.

Ekstra Bladet hevur avdúkað hóttanarmetingar hjá FE um donsk børn í sýriskum flóttafólkalegum. Eisini Berlingske hevur havt søgur um ein agent hjá PET og FE, sum varð svikin, tá hann fekk ein dóm í Spania.

Harumframt hevur DR avdúkað samstarv við amerikansku fregnartænastuna NSA um avlurting av samskiftiskaðalum.

Weekendavisen hevur eisini skrivað, at samstarvið við NSA varð fingið í lag í 1990’unum, at avtalan liggur innilæst í einum pengaskápi hjá FE og at fleiri verjumálaráðharrar eru kunnaðir um hesa avtaluna.

Lars Findsen varð loysur úr tænastuni sum ovasti í FE í september 2020 eftir at ein frágreiðing kom um virksemið hjá fregnartænastuni.

Ein nevnd, ið varð sett at kanna málið í desember, hevur tó síðan heilt fríkent Findsen og onnur leiðandi fregnartænastufólk í hesum máli, sokallaða TET-málinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

52
Leygardagur 15. Jan 2022

Grønlendskur trolari tikið sítt egna met

Grønlendski rækjutrolarin Avataq hevur tikið sítt egna met í størstu last, sum er avreidd í Grønlandi. Tordar Dimon var skipari hendan túrin

Avataq (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Avataq skuldi í landa yvir túsund tons av rækjum í Nuuk, sum er størsta lastin nakrantíð, sum er landað í Grønlandi.

Talan er um rækjur, sum fara til ídna, og ein partur verður kókaður og seldur til Japan.

Tað er føroyingurin Tordar Dimon, sum var skipari hendan túrin. Gamla metið var 927 tons, og hesaferð landa teir 1.002 tons.

Tað er Royal Greenland, sum eigur Avataq, sum er størsti rækjuttrolarin í Grønlandi.

Skipið er bygt í Spania í 2019. 

Avataq hevur fiskað í Vesturgrønlandi, og teir hava roynt í umleið ein mánaða hendan túrin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

53 Leygardagur 15. Jan 2022

Grønlendski landsstýrisformaðurin fingið koronu

Múte B. Egede er í Danmark í løtuni, har hann eftir ætlan skuldi hitta Mette Frederiksen, forsætisráðharra – hann hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur hann

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede hevur fingið staðfest koronu.

Tað váttaði hann sjálvur í Facebook-støðudagføring hósdagin.

Hann skrivar, at hann er ússaligur, men at hann hevur tað gott eftir umstøðunum.

– Eg havi frá í dag útsett allar mínar fundir undir mínari ferð, eftir at ein pcr-test hevur víst, at eg eri smittaður við koronu. Beint nú eri eg ússaligur, men tíbetur havi eg tað gott eftir umstøðunum.

Múte B. Egede er í løtuni í Danmark, og skuldi hann eftir ætlan hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen og luttaka í 50 ára hátíðarhaldinum hjá Margrethu drotning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

54 Leygardagur 15. Jan 2022

Fyribils rúsdrekkabann í grønlendskari kommunu

Fyri at støðga smittuspjaðingini er sett bann móti at skeinkja og selja rúsdrekka í Qeqqata kommunu, har Sisimiut er høvuðsbýur

(Mynd: Sermitsiaq)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendska landsstýrið hevur sett fyribils bann fyri sølu av rúsdrekka í kommununi, sum eitur Qeqqata Kommunia.

Orsøkin er høga smittutrýstið í kommununi. Tað var Malik Berthelsen, borgarstjóri, sum heitti á landsstýrið um at seta í verk bann móti sølu og skeinking av rúsandi løgi oman fyri 2,25 prosent.

Landsstýrið gekk áheitanini á møti, og bannið er galdandi til og við 25. januar.

- Í núverandi støðu, har matstovur og skeinkistøð hava fingið álagt at hava stongt millum kl. 22 og 05, mugu myndugleikarnir halda eyga við rúsdrekkanýtsluni í heimunum, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi.

Og lagt verður afturat, at alkoholnýtslan heima kann skaða børn og familjulívið, eins og vandi er fyri, at covid-19 verður spjatt, tí fólk ikki eru so ansin, tá drukkið verður.

Í løtuni eru yvir 500 smittað í Qeqqata Kommunia, og hvønn dag verða fleiri staðfest, har smittukeldan ikki er kend, skrivar Sermitsiaq.

Landsstýrið hevur júst sett sum krav, at øll skulu brúka munnbind í almennum bygningum í Sisimiut, sum er høvuðsbýurin í Qeqqata kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

55 Leygardagur 15. Jan 2022

Maður fingið hjarta frá grísi

Eftir trý samdøgur sær út til, at viðgerðin er eydnað

Læknar frá sjúkrahúsinum í Maryland við ílegutillagaða grísahjartanum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein 57 ára gamal amerikanskur maður fekk herfyri eitt hjarta frá einum ílegutillagaðum grísi ísett. Hetta hendi á sjúkrahúsinum University of Maryland Medical Center í Baltimore, skrivar Reuters tíðindastovan.

Hetta er fyrstu ferð, at tað er eydnast skurðlæknum at flyta gøgn frá djórum til eitt menniskja.

Hetta varð gjørt í eini seinastu roynd at bjarga lívið í manninum, tá tað ikki eydnaðist at fáa fatur á einum menniskjahjarta.

Enn er ov tíðliga st siga, um skurviðgerðin fer at bjarga lívinum hjá manninum. Men tríggjar dagar eftir, virkaði hjartað framvegis, og maðurin hevði tað gott, verður sagt.

Vísundin hevur í nógv ár arbeitt við málinum at brúka gøgn frá dýrum til at bjarga mannalívum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

56 Leygardagur 15. Jan 2022

19 doyðu í eldsbruna í New York

200 sløkkiliðsfólk vóru við í sløkkiarbeiðinum í háhúsinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

19 fólk, herav níggju børn, lótu farna vikuskiftið lív í eldsbruna í einum háhúsum í New York býarpartinum Bronx, upplýsir borgarstjórin í New York, Eric Adams.

Sambært borgarstjóranum fingu yvir 63 fólk skaða í eldsbrunanum. Ovastin fyri sløkkiliðið í New York, FCNY, segði við CNN sunnudagin, at 32 fólk vóru innløgd á sjúkrahús við lívshóttandi skaðum.

Umleið 200 sløkkiliðsfólk vóru við í sløkkiarbeiðinum á East 181st Street í Bronx. Bygningurin er í 19 hæddum. Eldsbrunin byrjaði um 11 tíðina sunnudagin, lokala tíð, í eini íbúð á 2. og 3. hædd í bygninginum. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

57 Leygardagur 15. Jan 2022

Norðurkorea hevur supersoniskar rakettir

Landið hevur gjørt tvær royndarútskjótingar innan fyri tvær vikur

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norðurkorea skjeyt týsnáttina eina rakett fyri aðru ferð innan fyri eina viku. Sambært suðurkoreansku Yonhap tíðindastovuni hevði rakettin eina ferð á Mach 10, sum er tíggju ferðir ferðina hjá ljóði. Tað svarar til meira enn 3.000 metrar um sekundið.

Rakettin, ið er ætlað at bera spreingiløðing, kom upp í 60 kilometra hædd og fleyg 700 kilometrar.

Royndin týsnáttina hendi samstundis sum trygdarráðið hjá ST hittist fyri at kjakast um eina líknandi útskjóting, sum Norðurkorea framdi í farnu viku.

Landið upplýsti í síðstu viku, at rakettin, sum tá varð skotin út, var ‘hypersonisk’. Tað merkir, at hon hevði eina ferð oman fyri Mach 5.

Í Suðurkorea høvdu tey ilt við at trúgva hesum, men nú sar tað út til at vera prógvað, at Norðurkorea er ført fyri at skjóta upp supersoniskar rakettir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

58 Leygardagur 15. Jan 2022

Lagnan hjá H71 verður avgjørd í dag

Seinni dysturin millum hoyvíkskivnnur og Naisa Nis verður bríkslaður í gongd í dag klokkan 14 í Høllini á Hálsi. Ein javnleikur ella eitt tap við einum máli, har serbiska liðið ikki fær fleiri enn 38 mál, er nóg mikið fyri at koma í fjórðingsfinalunar

Hoyvíkskvinnur skoraðu heili 39 ferðir í Nis og vunnu við einum máli (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er einfalt: H71 spælir seg víðari í EHF European Cup fyri triðju ferð við einum sigri leygardagin. Men orsakað av sigrinum í Serbia, og tí at hoyvíkskvinnur skoraðu so nógv mál, so er nóg mikið við javnleiki, og tað gongur eisini, um heimaliðið á Hálsi tapir við einum máli, um Nis skorar 38 mál ella undir tað. Tað vil siga, at tildømis er 30-31 gott fyri H71.

Talan verður um eitt stórt hondbóltsvikuskifti í Høllini á Hálsi. HM-undankappingarbólkurin hjá A-landsliðnum við monnum fór í gongd í gjárkvøldið, og teir spæla eisini í kvøld og annaðkvøld. Í somu høll, og á sama serstaka gólvinum, skal H71 seinnpartin í dag royna at stríða seg í fjórðingsfinalurnar í evropeisku kappingini, sum liðið fyrstu ferð luttekur í. Hetta hevði verið ein ein staðfesting av, hvør styrki og hvørjir menningarmøguleikar eru á liðnum og eisini í føroyskum hondbólti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

59 Leygardagur 15. Jan 2022

H71 tryggjaði sær ein evropeiskan sigur afturat

Útgangsstøðið gott undan dystinum í Føroyum í dag. Tó iðraðu hoyvíkskvinnur seg nakað, tí munurin fór seinastu tíggju minuttirnar frá seks málum niður í eitt. Heili 77 komu í dystinum í Serbia

Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin hjá H71 við 15 málum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein nýggjur málverji kom inn og gjørdi mun, hoyvíkskvinnur gjørdu nakrar tekniskar villur og fingu als ikki verjupartin at hanga saman. Hetta vóru nakrar av orsøkunum til, at H71 misti greiðu leiðsluna.

Tó hevur liðið úr Hoyvík tryggjað sær eitt gott útgangsstøði til seinnu áttandapartsfinaluna í EHF European Cup, tí H71 vann 39-38 í Serbia.

Fýra mál vóru á muni í steðginum, og fram til seinastu tíggju minuttirnar sá tað ikki út til, at munurin fór at minka. Heldur var hann vorðin størri - var seks mál - men serbiska liðið var greitt omaná, og veruligur spenningur er nú undan dystinum í Høllini á Hálsi.

Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin hjá H71 við 15 málum. 

Fyrra áttandapartsfinala í EHF European Cup
Nis, Serbia - 09. januar
Naisa Nis - H71 38-39 (18-22)

Málskjúttar hjá H71
Maria Halsdóttir Weyhe 15 (5)
Jana Mittún 8
Brynhild Pálsdóttir 5
Lív Bentsdóttir Zachariassen 4 
Elsa Egholm 3
Guðrið á Borg 2
Sara Jacobsen 1
Eva Barba Arge 1

Bjargingar:
Rúna Larsen 7
Alda av Skarði 2

Útvísingar: 
Naisa Nis: 3 
H71: 3

Myndir: Aleksandar Djorovic

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. Jan 2022

60 Leygardagur 15. Jan 2022

Italia hølvaði Lettland av

Heldur óvæntað fingu italiumenn lætt spæl móti lettum í fyrsta HM-undankappingardystinum á Hálsi hetta vikuskifti. Kristopans og hinir høvdu einki mótsvar móti kvika og effektiva spælinum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti dystur í HM-undankappingarbólkinum, ið hetta vikuskifti er á skránni í Høllini á Hálsi, varð spældur seinnapartin í gjár.

Hann var ímillum Lettland og Italia, ið verða mett at vera harðastu kappingarneytarnir hjá Føroyum í stríðnum um at koma víðari - tvey lið koma víðari úr hesum bólkinum til play-off umfarið.

Roknað varð við einum tøttkum dysti, men tað var tað so at siga ongantíð. Skjótt fekk Italia tamarhald á støðuni, og lettarnir fingu als ikki stegða kviku og effektivu álopunum hjá teimum blákløddu. Italia skoraði nógv mál upp á skjót mótálop, og Domenico Ebner, ið til dagligt spælir fyri Hannover-Burgdorf, hevði fleiri góðar bjargingar, sum gjørdu sítt til, at Italia skjótt økti um leiðsluna. 

Í 19. minutti kom Italia á +10 mál, og so var longu eingin ivi um, at Lettland einki fór at gera við suðurevropeiska liðið, ið er í stórari menning. 

Munurin í steðginum var átta mál, og endaliga støðan var 36-23. Seinastu løtuna var leikferðin heilt lág, og Lettland hevði sett 2,15 metrar høgu stjørnuna úr PSG, Danis Kristopans á bonkinum. Serliga høgi høgri bakkurin var eyðsýdnur við sínari hædd men fekk lítið burturúr móti vælskipaðu verjuni hjá Italia, og sum heild spældi Lettland ikki góðan hondbólt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

61 Leygardagur 15. Jan 2022

Skulu vinna bólkin ella enda nummar tvey fyri at koma víðari

Føroyar spæla tríggjar HM-undankappingardystir hetta vikuskiftið. Lukesemborg, Italia og Lettland eru á ymsan hátt kend mótstøðulið - helst er neyðugt við minst fýra stigum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í gjárkvøldið fór fyrsti, men vónandi ikki einasti, partur av undankappingini til HM 2023 í gongd hjá føroysku hondbóltsmonnunum. 

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar fingu rættin at hýsa fýra-landa bólkinum, og hesum tók Hondbóltssamband Føroya av. Greitt er, at 400 atgongumerki eru seld til dystirnar, umframt at stuðlar sleppa inn.

Harvið verður Høllin á Hálsi ikki fullsett ella heilt nær við tað, og tað er vegna almennu tilmælini.

Tó kunnu føroysku leikararnir rokna við góðum stuðli hesar dagarnar, har tríggir rímiliga javnir dystir eru í væntu. Føroyska A-landsliðið við monnum hevur spælt ímóti øllum teimum trimum seinastu árini í, á ymsan hátt, minniligum dystum.

Luksemborg: Fyri tveimum árum árum síðani var lítla landið í Miðevropa vertur fyri líknandi undankappingarbólki.

Føroyar taptu fryst greitt móti Litava, síðani við bert einum máli fyri Slovakia, áðrenn tað bragdaði móti vertunum í síðsta dystinum. Harvið komu Føroyar ikki víðari, men tað eyndaðist at vinna tann fyrsta undnkappingardystin nakrantíð á A-landsliðsstøði hjá monnum, síðani farið var yvir til ta skipanina.

Sigurin í Luksemborg í 2020 var við tveimum málum.

[object Object]
Portalurin var við í Luksemborg - her síggjast Brandur Halgirsson og Peter Krogh í verjustøðu í 24-22 sigrinum. Brandur er tíverri ikki tøkur hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Italia: Í 2018 var tað Italia, ið var vertur, tá føroysku menninir fyri fyrstu ferð luttóku í slíkari HM-undankapping.

Eftir ósigrar við átta málum móti bæði Ukraina og Rumenia var væntað, at Føroyar í seinasta dystinum - tí triðja uppá tríggjar dagar - fór at íhvussu er bjóða meira av, men italsku vertirnir vunnu við heili ellivu málum.

Tað er nógv hent í føroyskum hondbólti seinastu fýra árini, men italskur hondbóltur hevur eisini tikið fet frameftir, so tað er eingin ivi um, at uppgávan í kvøld verður torfør.

Lettlandi: Ein gamal kenningur frá einum avgerandi dysti. Tað eru góð sannlíkindi fyri, at uppgerðin móti lettum sunnudagin verður avgerandi.

Tá skal føroyska liðið upp í móti risanum Dainis Kristopans. Maðurin er 2,15 metrar, vigar yvir 130 kilo og spælir til dagliga við franska stórfelagnum PSG. Í 2019 var hann ein einmasherur í avgerandi dystunum, tá Vardar úr Norðurmakedonia vann Champions League.

Lettland var til EM-endaspælið í 2020, har liðið tapti allar dystirnar - tó bert við einum móti Týsklandi. Kristopans varð toppskjútti hjá liðnum í øllum dystunum.

Í 2015 var Lettland við til fyrstu EHF Emerging Nations Championshp - kapping fyri menningarlond í hondbólti. Liðið kom í finaluna, men gjørdist har ov stutt móti Føroyum, ið vann kappingina í 2017 eisini. Áki Egilsnes, Allan Norðberg, Kjartan Johansen og Rókur Akralíð eru eftir frá tí føroyska hópinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. Jan 2022

62 Leygardagur 15. Jan 2022

Dystirnir í hagtølum

Hagstovan hevur sett mótsøðuliðini upp ímóti Føroyum grundað á eitt nú fólkatal, BTÚ, føðitíttleika og so víðari

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska landsliðið hja monnum spælir um vikuskifti HM-undankappingardystir ímóti Luksemborg, Italia og Lettlandi.

Fyrsti dysturin verður í kvøld klokkan 19:30.

Hagstovan hevur sett samanborið londini. Sí talvurar:

[object Object]
Føroyar-Luksemburg fríggjakvøldið kl. 19:30

[object Object]
Føroyar-Italia leygarkvøldið kl. 19:30

[object Object]
Føroyar-Lettland sunnukvøldið kl. 18

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

63 Leygardagur 15. Jan 2022

Heini Hanusarson nýggjur venjari hjá Team Klaksvík

Team Klaksvík og Heini Hanusarson hava undirskrivað sáttmála galdandi tað, sum er eftir av kappingini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður Heini Hanusarson sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá Team Klaksvík tað, sum er eftir av kappingarárinum. Tað visti jn.fo at siga í gjár.

Tað var í desember, at tað gjørdist greitt at Team Klaksvík og venjarin seinastu árini, Áki Mørk, høvdu steðgað samstarvinum. Vuk Stevanovic og David Heinigman, sum hava spælt við Team Klaksvík seinasta árið, skuldu vera leikandi venjarapar, men verður tað altso Heini Hanusarson, sum verður venjari.

Heini hevur lisið ítrótt tvey ár á universitetinum í Odense, hevur diplom venjaraútbúgving frá DHF, leiðsluútbúgving, umframt drúgvar royndir sum hondbóltsleikari í Føroyum og í donsku liguni. Hjá undanfarnu liðum, Neistanum og VÍF, hevur hann staðið fyri fysisku venjingini, og er hetta fyrstu ferð, at hann kemur at royna seg sum A-venjari. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

64 Leygardagur 15. Jan 2022

Jóhan á Plógv Hansen skaddur - ikki tøkur næstu dystirnar

Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, hevur fingið ein fipurskaða. Hans Lindberg er innkallaður

Jóhan á Plógv Hansen (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danski landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur sent boð eftir Hans Lindberg at spæla við danska liðnum í EM, sum byrjaði í Ungarn og Slovakia hóskvøldið.

Orsøkin er, at føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen er skaddur við slysni, fipurskaða.

Danska hondbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at Jóhan á Plógv Hansen í dystinum móti Montenegro fekk ein skaða og verður ikki tøkur næstu dystirnar.

Danmark vann dystin 30-21, og spælir aftur í kvøld klokkan 19:30. Tá verður Slovenia mótstøðuliðið. Dysturin sæst á TV2.

27 ára gamli havnarmaðurin skrivaði í fjør undir trý ára sáttmála við týska stórfelagið Flensburg-Handewitt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

65 Leygardagur 15. Jan 2022

Michael Schjønberg skal venja 07 Vestur

Fyrrverandi danskur landsliðsspælari verður nýggjur venjari hjá felagsliðnum í Vágum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað legst afturat við donskum venjarum í føroyskum fótbólti. Fyrrverandi landsliðsbakkurin Michael Schjønberg verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur.

Felagið boðaði mikukvøldið frá, at tvey ára sáttmali er gjørdur við danska fótbóltsprofilin, og Michael Schjønberg kemur til Føroya um eina viku.

Magnus Powel var annars settur sum høvuðsvenjari hjá vágamonnum tíðliga í fjør summar, men eftir árskiftið var greitt, at hann hevði fingið bjóðað venjarastarv í Östersunds FK í Svøríki. 

Við setanini av Michael Schjønberg, eru tríggir danskir venjarar settir í høvuðsvenjarastørv í Betri deildini upp á tveir dagar. Týsdagin boðaði HB frá, at Kim Engstrøm skal standa á odda hjá høvuðsstaðarfelagnum og fyrr mikudagin boðaði Skála frá, at Michael Bjørn Nielsen er settur sum høvuðsvenjari hjá uppflytarunum.

07 Vestur skrivar soleiðis um nýggja venjaran:

Michael Schjønberg hevur eina drúgva lívsleið við góðum úrslitum sum venjari og ítróttarstjóri í donskum og týskum fótbólti. Seinast í Vendsyssel IF, har hann í fjør summar fekk tilboð um at leingja sáttmálan við tveimum árum, men segði nei takk.

Sum virkin fótbóltsspælari var hann ein av stóru landsliðsprofilunum í Danmark seinast í farnu øld, og árini 1995-2000 spældi hann 44 landsdystir fyri Danmark. Hann var bakkur, men skeyt kortini trý mál fyri danska landsliðið.

Michael Schjønberg var virkin í fótbólti á hægsta stigi í 14 ár. Hann er ættaður úr Esbjerg og spældi við besta liðnum hjá Esbjerg fb árini 1987-90. Tíðarskeiðið 1990-1994 spældi hann við Hannover 96 í næstbestu týsku deildini, í 1994-1996 spældi hann við OB í bestu donsku deildini, og hann endaði sína lívsleið sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í týska FC Kaiserslautern, har hann spældi árini 1996-2001.

Í FC Kaiserslautern var hann við til at skriva søgu, tá felagið vann týska meistaraheitið í 1998 – fyrsta árið í Bundesliguni eftir árið fyri at hava spælt seg upp úr næstbestu týsku deildini.

Nú skal Michael Schjønberg so venja 07 Vestur í bestu føroysku deildini, og hann kemur til Føroya 20. januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

66 Leygardagur 15. Jan 2022

Todi skal venja NSÍ

Tað boðaði fyrrverandi landsliðsleikarin frá á sosialu miðlunum fríggjakvøldið

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður fyrrverandi álopsstjørnan á landsliðnum og hjá KÍ, Lyngby og FC København, Todi Jónsson, sum skal venja NSÍ.

Hesum boðaði Todi sjálvur frá á millum annað Facebook í gjárkvøldið.

- Hetta er ein nýggjur kapittul í lívi mínum. Hóast eg kenni meg á heimavølli, so eri eg ógvuliga spentur upp á framtíðina, skrivar hann millum annað.

Hann skrivar, at hann fyrr hevur fingið fleiri tilboð um at gerast venjari, men hevur higartil víst hesum aftur, tí hann helt seg ikki kunna vera bæði venjari og smábarnapápi samstundis.

- Nú fekk eg aftur møguleika fyri at gerast høvuðsvenjari, og hesaferð var eg ikki í iva, tá yngsta dóttir mín, Nola, verður 10 ár um eina viku, og eftir hondini er rættiliga sjálvstøðug – so tíðin er nú bygvin at royna nakað nýtt, skrivar Todi Jónsson.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2022

67 Leygardagur 15. Jan 2022

Trý ára sáttmáli: Kim Engstrøm nýggjur høvuðsvenjari hjá HB

HB hevur fingið nýggjan venjara

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Havnar Bóltfelag skrivaði í vikuni undir sáttmála við 42 ára gamla danska venjaran, Kim Engstrøm. Talan er um ein sáttmála sum er galdandi næstu trý árini.

Kim Engstrøm hevur hægstu venjaraútbúgving – UEFA Pro Licence. Síðani 2016 hevur Kim verið venjari hjá U19-liðnum hjá Odense Boldklub, OB, sum hann vann danska meistaraheitið við í 2020.

HB boðaði mánadagin frá, at neyðugu loyvini hjá hjálparvenjaranum, Kevin Schindler, ikki fóru at koma upp á pláss fyribils, og ætlanin um, at hann skuldi yvirtaka starvið sum høvuðsvenjari var tí slept.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. Jan 2022

68 Leygardagur 15. Jan 2022

Skála sett høvuðsvenjara

Michael Bjørn Nielsen er settur sum høvuðsvenjari hjá uppflytarunum

(Mynd: B1909)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein dani afturat er settur sum venjari í bestu føroysku deildini. Skála boðaði mikudagin frá, at tað verður Michael Bjørn Nielsen, sum fer at taka sær av besta mansliðnum hjá felagnum, sum er flutt upp aftur í Betri deildina.

Michael er 48 ára gamal, og kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá B 1909, ið spælir í Danmarksseriuni. Hann hevur A-venjara prógv, og drúgvar royndir sum venjari. 

Talan er um fulltíðarstarv, og í fyrstu atløgu flytir familjan ikki við til Føroya.

Ætlandi kemur Michael til Føroyar um mánaðarskifti, og tekur við starvinum 1. februar. 

Erland Tvørfoss er settur sum hjálparvenjari hjá Skála.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. Jan 2022

69 Leygardagur 15. Jan 2022

Rasmus Nolsøe verður hjálparvenjari hjá Víkingi

Hann skoraði sítt fyrsta mál fyri TB ímóti GÍ í 2001. Nú verður hann hjálparvenjari hjá Víkingi

(Savnsmynd: Olaf Olsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rasmus Nolsøe, sum hevur spælt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB, legst afturat venjaratoyminum hjá Víkingi hetta kappingarárið.

Hann var hjálparvenjari hjá HB árini 2017 til 2019, men fer nú at hjálpa besta liðnum hjá gøtumonnum og leirvíkingum.

- Rasmus er tvøramaður, og spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri TB, har hann m.a. skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðið ímóti júst GÍ í steypadysti í 2001. Rasmus er sonur navnframa Ásmund Nolsøe, annan av Nolsøe tvíburðunum, sum spældu við TB liðnum, sum var í velmaktini síðst í 70unum og fyrst í 80unum, skrivar Víkingur á heimasíðuni.

- Nú er Rasmus búsitandi í Havn, og hevur hann eisini leikt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB, har hann eisini hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðnum - seinast í 2019. 

[object Object]Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi og Rasmus Nolsøe (Mynd: Víkingur)

[object Object]Jóhan Petur Poulsen er høvuðsvenjari hjá Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

70 Leygardagur 15. Jan 2022

Føroyameistararnir avlýsa gullveitsluna

Eftir at hava útsett veitsluna hevur nevndin í KÍ tikið avgerð um at avlýsa stóru gullveitsluna, nú bæði kvinnur og menn vunnu FM í fjør

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra gullveitslan hjá KÍ, sum skuldi vera í fjør og er vorðin útsett tvær ferðir, er nú endaliga avlýst. Tað hevur nevndin í KÍ gjørt av.

Nevndin sigur koronustøðuna í Føroyum vera orsøkina, og metir tað ikki vera ráðiligt at halda veitsluna.

Upprunaliga skuldi veitslan haldast 30. oktober 2021, tá landskappingin hjá monnum var av, men tá varð hon útsett tríggjar vikur. Í november varð veitslan aftur útsett til 29. januar í ár, og nú smáar tríggjar vikur eru, til hon skuldi haldast, er veitslan endaliga avlýst.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Orsøkin til, at vit hava tikið hesa avgerð er enn sum áður koronustøðan í landinum. Vit meta ikki, at tað er ráðiligt at savna so mong fólk, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.

Hann harmast stórliga um støðuna. Tummas Lervig leggur afturat, at nú er so mikið langt útliðið, at tað ber ikki til at útseta veitsluna enn eina ferð.

Tey sum hava teknað seg til veitsluna fáa pengarnar afturgoldnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

71 Leygardagur 15. Jan 2022

Sandavágsmenn koppaðu havnamonnum

Stavn um stavn. Nú stendur á jøvnum millum oddaliðini. Alt bendir á eina reina finalu aftur í ár. Havnin og Sandavágur hittast aftur í næstseinasta umfari

Rógvi Egilstoft (hm) telvaði javnt á 1. borði móti stórmeistaranum, Helga Dam Ziska (vm), sum hevði fult stigatal fyri dystin. Her er talvið teirra millum júst byrjað
SkrivaÐ:

Innsent

Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.

Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini. Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini. 

Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26.mars.

Høgni sigursharri
Tað var føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum tryggjaði Sandavágs Talvfelag sigurin. Høgni vann á Carl Eli Samuelsen á øðrum borði. Á hinum borðunum endaði javnt. 

Aldursmunurin var størstur á fjórða borði. Har togaðust 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol og 57 ára gamli Torkil Nielsen. Luitjen royndi við hvíta fólkinum, men talvið endaði javnt. Sjúrður Thorsteinsson stríddist at vinna á triðja borði, eftir at teir vóru lidnir á hinum borðunum, men hóast Silas Eyðsteinsson var eitt sindur kroystur, eydnaðist honum at varðveita javnvágina, og fáa talvið javnt.

Treystir vágamenn
Sandavágsmenn eru drúgvir. Hóast havnarmenn høvdu hægri styrkital á trimum av fýra borðum, vóru teir kortini ikki mentir at vinna nakað talv í dag. At allir á sandavágsliðnum eru ítróttarmenn og spæla fótbólt í fremstu røð – tann elsti spældi sum kunnugt, tá hann var yngri – ger kanska, at teir hava hesa serligu kappingaríleguna, sum fær teir at spenna seg út og avrika á høgum stigi, tá ið á stendur.

Annað dømi um góða kappingarmoralin hjá vágamonnum er teirra støðufesti. Hóast teir fáast við elituítrótt, er tað rárasta hending, at teir ikki eru fullmannaðir. Havnarmenn hava seks telvarar í alt, sum skiftast. Hesaferð vóru hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg tøkir. Annar situr í sóttarhaldi og hin hevði forfall av arbeiðsávum. Teir eru annað og triðja borð hjá Havnini, men fimm av teimum seks í 1. liðshópinum hjá Havnar Telvingarfelag eru toluliga javnsterkir - Helgi Dam Ziska er tann ókrýndi kongurin. 

Klaksvíkingar dragna
Útlitini til at Klaksvíkar Talvfelag í vetur fór at leggja seg út í kappingina við oddaliðini seinastu árini – Sandavágur og Havnin – eru fánaðar nú í seinastuni. Moldosvki stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, hevur ikki verið við í seinastu tveimum dystunum, og tað merkist.

Í løtuni stendur kappingin um triðja plássið millum Klaksvík og annað lið hjá Havnini. Teir møttust í dag, og úrslitið var javnleikur 2-2. Her hendi tað, at Hjalti Toftum Jógvansson heldur óvæntað vann á Ólavi Simonsen á 1. borði.

Í triðja dystinum vann Klaksvík B tepran sigur á Vestmanna.

Støðan í 1. deild, nú kappingin er hálvrunnin er, at Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava 15 stig, Havnar Telvingarfelag 2 hevur 11, Klaksvíkar Talvfelag 10,5, Klaksvíkar Talvfelag 2 hevur 5 og Vestmanna Talvfelag 3,5 stig.

Í hinum deildunum eru ikki allir dystir telvaðir sum ætlað, og nøkur úrslit eru ikki greið enn. Meira er at síggja á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tvær vikur verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini. Dystirnir í sætta umfari verða sunnudagin 23. januar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022

72 Leygardagur 15. Jan 2022

Úrvalsítróttin fær 1,7 milliónir krónur í 2022

Nevndin í Úrvali hevur játtað 16 umsóknum umboðandi 9 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2022

02-landsliðsárgangurin í hondbólti fær størsta stuðulin frá Úrvalsítrótti í ár
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítróttin skal stuðlast. Í ár fáa 16 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 úrvalsíðkarar og 5 lið.

Íðkarar og lið umboðandi 9 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2022. Hetta er hægsta tal av sambondum, sum hava fingið stuðul úr nakrantíð. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Bogaskjótisambandinum og Judo Føroyar hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, hondbólti, parasport, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2022.

Orsakað av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni við ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta heilsan.

– Vit kunnu vera stolt av teimum flottu úrslitunum, føroysk ítróttafólk røkka. Samstundis vita vit at fyri at røkka stórum úrslitum krevst ikki bara evni og miðvís venjing. Góðir karmar eru eisini neyðugir, sum stuðulin úr Úrvali skal vera við til at skapa. Tað gleðir meg tí, at alsamt fleiri feløg og einstaklingar søkja um stuðul og vilja leggja ta tíð og orku, sum krevst fyri at gera seg galdandi innan úrvalsítrótt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttina, sum ber boð um, at føroysk ítrótt sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farnu tvey árini hava verið trupul, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

27 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2022, og søkt var um tilsamans 4,3 milliónir krónur.

Játtaðar umsóknir 2022:

Bogaskjóting: Jóannes Poulsen, 100.000 krónur
Flogbóltur: U15/U17 gentur/dreingir, 50.000 krónur
Fimleikur: Rani A. Dalsgarð, 110.000 krónur. Astrið Breckmann 100.000 krónur, Hjálmar A. Dalsgarð, 70.000 krónur og Aron D. Jacobsen, 100.000 krónur
Frælsar ítróttir: Tórur Mortensen, 100.000 krónur
Hondbóltur: U02 menn, 350.000 krónur, U04 menn, 50.000 krónur og U04 kvinnur, 50.000 krónur
Judo: Bárður H. Lenvig, 50.000 krónur
Parasport: Hávard Vatnhamar, 150.000 krónur
Svimjing: Vár Eidesgaard, 100.000 krónur, Elisabeth Erlendsdóttir, 77.000 krónur og yngri úrvalssvimjarar, 50.000 krónur
Taekwondo: Høgni Kunoy Dávason, 150.000 krónur 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. Jan 2022