Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. Jan 2022 | Nr. 4 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Allar avmarkingar skulu úr gildi

SíÐa 2

1 Leygardagur 22. Jan 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ein roynd at vinna politiska uppreisn?

Tað kom heldur óvæntað, at løgmaður í gjár, á enn einum tíðindafundi um korona, traðkaði fram og setti dato á nær koronafarsóttin ikki longur er ein trupulleiki hjá okkum.

Tá februar mánaði er av kunnu vit liva aftur sum um ongin smitta er ímillum okkum longur.

Tað mundi vera fáur, sum hevði roknað við hesum.

Serliga tí at vit hava havt ein varhuga av, at løgmaður og landsstýrið gjøgnum alla koronutilgongdina hava lagt seg nokkso neyvt eftir, hvat tey hava gjørt í eitt nú Danmark. Ikki so sjáldan hevur ein havt varhugan av, at løgmaður líka skuldi hoyra hvat Mette hevði at siga, áðrenn hann setti nýggj tiltøk í verk fyri okkum føroyingar.

Men í gjár var upplivingin ein heilt onnur.

Sum ein av fyrstu stjórnarleiðarunum í heiminum, hættaði løgmaður nú at seta dato á nær smittuvandin er av.

Djarvt av honum, hóast hann tók øll møgulig fyrilit og vísti á, at hetta er treytað av, at smittugongdin ikki tekur eina óvæntaða vend.

Hattin av fyri hesi avgerð, og so er at vóna, at løgmaður fær rætt.

Men vit kunnu ikki lata vera við at sita við einum illgruna um, at tað liggur okkurt slag av strategiskum politiskum virksemi aftan fyri hesi avgerð eisini.

Væl vitandi, at løgmaður púra fer at vísa hesum aftur, so hava vit ein varhuga av, at syndarliga vánaligu veljarakanningarnar hjá samgonguni hava havt ávirkan á hesi boðini, sum vit øll í sínum lagi hava bíðað eftir.

Á tíðindafundinum í gjár varð – meira enn ta einu ferðina – víst á, at vit føroyingar hava verið frammarlaga á nógvum økjum tá tað snýr seg um handfaringina av koronustøðuni.

Sagt varð, at vit vóru tey fyrstu, sum settu eina massiva PCR-kanning í verk. Víst var eisini á, at vit ikki hava verið hart rakt av smittuni, ikki áðrenn omikron í hvussu so er, og at hetta nú vekir áhuga millum granskarar aðrastaðni.

Vit hava fyrr undir koronatíðini upplivað landsstýrismenn lagt kappingarelement í stríðið móti smittuni. Kanska ikki so nógv løgmaður, men bæði heilsumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin hava lagt dent á, hvussu góð vit hava verið ella hvussu høgt á onkrum lista vit hava ligið.

Um nýggja experimentið hjá landsstýrinum, sum fór av bakkastokki í gjár, eydnast, so kunnu løgmaður og aðrir samgongupolitikarar traðka upp á talarastólar og kunngera, at vit eisini vóru tey fyrstu at avlýsa korona sum eina hóttan móti fólkaheilsuni.

Og tað kann – við undirstriking av kann – fáa ávirkan á komandi veljarakanningar, og í síðsta enda eisini komandi løgtingsvali.

Fær løgmaður vent gongdini til sín og egna floks fyrimun, kanska longu her í summarmánaðunum, so kann hugsast, at honum ikki nýtist at bíða heilt til august 2023 at kalla okkum veljarar til atkvøðuklivarnar aftur.

Samgonguflokkarnir eru longu í hvør sínum lagið farnir út at markera seg móti hvørjum øðrum, so í løtuni er okkurt, ið bendir á, at samgongan ikki heldur hetta valskeiðið út. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 10142

    Lisnar síður: 70344

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 22. Jan 2022

Allar avmarkingar skulu úr gildi

Gongst sum væntað og er einki trýst á sjúkrahúsverkinum, so verður hetta gjørt, tá februar mánaði er av. Hetta kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í gjár. Harvið verður korona helst so gott sum bólkað sum eitt vanligt krím i samfelagnum um áleið fimm vikur

Stigvíst verður samfelagið gjørt so opið sum gjørligt. 1. feburar, 15. februar og 28. februar eru lykladagføroingar, og vit hava møguliga havt okkara seinasta koronuavmarkingar og koronutíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

28. februar. Tað kann gerast ein heilt serlig dagfesting í Føroyum, tí um tað gongst sum væntað og ætlað, so verða allar avmarkingar avtiknar tá, og smittutøl, sóttarhald, tilmæli um hvussu nógv kunnu savnast o.s.fr verða ikki partur av gerandisdegnum - korona verður handfarin áleið sum beinkrím.

Hetta er um 37 dagar. Løgmaður gjørdi greitt, at hetta verður sagt og gjørt við fyrivarni, tí um eitt nýtt og verri frábrigdi kemur, ella trýst kemur á sjúkrahúsverki, so er ein nýggj støða.

Talan verður eina minking í "koronuvirkseminum" fram til tað. Tað byrjar við einari linking í talinum av fólki, ið kann savnast. Ikki tað - tað eitur framvegis 100 fólk, men um umstøðrunar loyva tí, so kunnu fleiri savnast - í samráð við koronuráðgevingina.

Hetta er fyri at kirkju- og samkomulív, mentanarlív og ítróttarlív lættari kunnu hava tiltøk í størri hølum. Náttarlívið skal tó helst ikki byrja aftur fyrrenn um mánaðarskiftið, segði løgmaður.

Ikki ov nógv skulu verða smittað í senn, segði Bárður á Steig Nielsen, og toppurin fer helst at verða raktur innanfyri næstu tvær vikurnar.

Frá 1. februar eru hesi trý høvuðspunktini galdandi: 

- Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vanligt
- Ein skal ikki í sóttarhald, hóast samband hevur verið í tøttum sambandi við ein persón, sum er smittaður - um ein hevur í minsta lagi tvær koppsetingar (tó verður viðkomandi biðin um at vera ansin)
- Bert fólk við sjúkueyðkennum, og tey sum hava positiva skundkanning skullu nýta PCR kanning sum amboð 

15. feburar verða sóttarhaldsreglurnar linkaðar uppaftur meira - bert tann smittaði fer í sóttarhald.

Tvær vikur seinni, 28. februar, skulu øll tilmæli eftir ætlan úr gildi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

3 Leygardagur 22. Jan 2022

Skulu skrúva niður fyri PCR-kanningunum

Tær hava kostað sjúkrahúsverkinum, og harvið landskassanum, nógvar milliónir í ár. Frá 1. februar skulu bert tey, ið hava sjúkueyðkenni ella hava fingið positiva skundkanning PCR-kannast í Føroyum. Í februar verður sóttarhaldi so líðani avtikið

Hóast yvir 3.700 eru smittað við koronu, so er einki trýst á Sjúkrahúsverkinum. Eini 70 fólk eru smittað/í sóttarhald, men eingin er innlagdur orsakað av koronu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er nú eingin, ið er innlagdur orsakað av koronu í Føroyum. Eftir kanningarnar mikudagin var greitt, at í hvussu er 3.716 eru smittað í løtuni, men bert ein var innlagdur, tí at viðkomandi hevði smittuna.

Á tíðindafundinum í gjár boðaði løgmaður tó frá, at eingin er innlagdur í løtuni, og varastjórin í sjúkrahúsverkinum, Tummas í Garði, staðfesti, at hóast ógvuliga høg smittutøl seinastu vikurnar, so er ikki týst á; hóast at eini 70 fólk, sum starvast í verkinum eru í sóttarhaldi. Innanhýsis leiðreglur eru fyri sóttarhald, so tað eru ikki heilar vikur, ið fólk eru burtur vegna koronu.

Tað er júst trýstið á sjúkrahúsverkið, ið er lykilin - ikki talið av smittaðum - tá hugt verður eftir, um tilmæli skulu strammast ella linkast. Nú, beint yvir seks vikur eftir at omikron kom til landið, er greitt, at talan ikki er um eitt frábrigdi, ið ger at fólk gerast serliga sjúk. Og nú tá man veit hetta ber til at gera eina langtíðarætlan, staðfesti løgmaður.

Ymiskt bendir á, at hetta var seinasti veruliga koronutíðindafundurin, tí eitt stig verður tikið 1. februar fyri at linka tilmælini, eitt afturat 15. februar, og - um alt gongst eftir ætlan - tað endaliga 28. februar, tá øll tilmæli verða avtikin.

Eitt tilmæli er partvíst linkað frá í dag av: At yvir 100 fólk kunnu savnast til størri tiltøk, tá høli og umstøður loyva tí -  Hetta er fyri at kirkju- og samkomulív, mentanarlív og ítróttarlív lættari kunnu hava tiltøk í størri hølum. Náttarlívið skal tó helst ikki byrja aftur fyrrenn um ellivu dagar.

Frá 1. februar - tá smittan vónandi hevur rakt toppin - er hetta galdandi: 

- Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vanligt
- Ein skal ikki í sóttarhald, hóast samband hevur verið í tøttum sambandi við ein persón, sum er smittaður - um ein hevur í minsta lagi tvær koppsetingar (Hettta fyri at tryggja at halda samfelagshjólini í gongd, og o at frísk fólk ikki sita í sóttarhaldi
- Bert fólk við sjúkueyðkennum, húski hjá positivum, og tey sum hava positiva skundkanning skullu nýta PCR kanning sum amboð

(Løgmaður: PCR-kanningarnar hava verið ein av bestu amboðum okkara, men nú er tíðin búgvin at fara frá at gera tær í hópatali)

Frá 15. februar:

- Bert tey sum hava positiva skund- ella PCR-kanning fara í sóttarhald. Tey, sum eru nær við tann smittaða, skulu framhaldandi vera varin 

Frá 28. februar: 

- Allar koronaavmarkingar verða settar úr gildi.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

4 Leygardagur 22. Jan 2022

Gevur ikki meining at kanna so nógv

Tað er dýrt, og so er tann stóri spurningurin eisini, um tað gevur meining. Sjúkrahússtjórin heldur í øllum førum ikki, tað gevur meining at kanna upp ímóti 5.000 fólk hvønn dag

Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit mugu hava ein dialog við politisku skipanina, um tað gevur meining. Hetta segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, við útvarpstíðindini í vikuni.

Tað er einki nýtt í, at tað kostar tað hvíta út av eygunum at hópkanna so nógv sum vit gera í løtuni. Sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur fyri hvørja kanning. Ein dag tá 5.000 kanningar verða gjørdar, kostar hetta sjúkrahúsverkinum og harvið landskassanum eina millión.

Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at í miðal verður brúkt umleið hálv millión um dagin til koronukanningar, og í løtuni er tað helst meira enn tað.

Løgmaður hevur upplýst, at 40 milliónir krónur eru settar av til koronu í fyrsta ársfjórðingi í 2022, men sambært Steinari Eirikstoft, so fer játtanin fer hetta lag ikki at halda í nógvar vikur.

- Tað er trupult hvussu leingi tað varðir. Hyggja vit bara eftir seinastu vikuni, so hevur kanningartrýstið verið øgiliga høgt og heldur tað fram, ganga tað bara vikur til játtanin er uppi, sigur Steinar Eirikstoft.

- Tí má eitt kjak í gongd. Man hoyrir um, at um eitt nú eitt barn er smittað í einum skúlaflokki, so verða øll biðin um at kanna seg tríggjar ferðir. So ganga tríggir dagar har onkur afturat er smittaður, og so skulu øll kannast umaftur tríggjar ferðir. Og soleiðis blívur tað við.

- So hetta má viðgerast um hetta gevur meining, sigur Steinar Eirikstoft.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

5

Størv

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024
6 Leygardagur 22. Jan 2022

Eingin góð grund at koppseta øll børn millum 5 og 11 ár

Tað er skilagott at koppseta børn, sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur, men tað er eingin góð grund til at koppseta øll børn, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. Koppsetingin til hendan aldursbólkin er eitt tilboð, sigur hann

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað er ikki nøkur góð grund til at koppseta øll børn undir 11 ár sum er. Men tað eru nøkur børn sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur sum gera at tað er skilagott at koppseta tey, segði Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, á tíðindafundinum, sum landsstýrið skipaði fyri fríggjadagin.

Spurningurin kom frá miðlafólki, sum vildi vita, um føroysku myndugleikarnir fóru at endurskoða avgerðina um koppseting av børnum, nú læknar í Danmark hava heitt á Sundhedsstyrelsen um at hyggja eftir hesum eina ferð enn.

Í Noregi vil man ikki mæla til koppseting av børnum millum 5 og 11 ár. Mett verður ikki at tað er so stórur fyrimunur hjá børnum at vera koppsett, at tað er nokk til at mæla til tað. Heldur er tað ein møguleiki ella eitt tilboð.

[object Object](Mynd: EPA)

Tað er eitt sindur ivasamt hvat vit gera í Føroyum. Í fráboðanini frá korona.fo 14. desember verður tað bjóðað sum eitt “tilboð”, men víst verður til, at danska heilsustýrið, Sundhedsstyrelsen, mælir til at børn millum 5 og 11 ár verða koppsett móti koronu.

- Tað er ikki eg sum geri tilmælini, men vit hava onga klokkuklára grund til at gera tað, og vit hava heldur onga klokkuklára grund til at lata vera, segði Tummas í Garði.

Hann greiddi frá, at koppsetingartíðir hava verið tøkar á apotekinun, men tað hevur ikki verið stórur áhugi fyri hesum.

Er tað tilmæli at koppseta børn millum 5 og 11 ár, spurdi Marjun Dalsgaard, journalistur hjá Kringvarpinum.

Bæði Tummas í Garði og løgmaður svaraðu nærum samstundis uppá hetta:

- Tað er tað i løtuni, svaraði løgmaður.

- Tað er eitt tilboð, svaraði Tummas í Garði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

7 Leygardagur 22. Jan 2022

Skeinkistøð fara nú at fáa endurgjald

Landsstýrismaðurin hevur sent uppskotið til hoyringar. Sambært uppskotinum fáa seinkistøð allar fastar útreiðslur endugoldnar í tíðarskeiðinum, tey hava stongt dyrnar klokkan 23

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lógaruppskot um stuðul til skeinkistøð varð hesa vikuna sent til hoyringar. Freistin var stutt, longu á middegi hósdagin, skuldu hoyringarsvarini vera inni aftur.

Frá 10. desember hava flestu barrir og náttklubbar í landinum havt stongt eftir klokkan 23 á kvøldi. 

Í sambandi við at landsstýrið boðaði frá, at skeinkistøð áttu at stongja klokkan 23, var Umhvørvis- og vinnumálaráðið á fundi við umboð fyri fyritøkurnar, sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi, og tey fingu tilsøgn um, at landsstýrið fór at leggja lógaruppskot fyri Løgtiungið um stuðul til tær fyritøkur, sum lata aftur í seinasta lagi klokkan 23.

Skotið verður upp, at stuðul verður veittur fyri 100 prosent av føstum útreiðslunum í stuðulstíðarskeiðinum. Hetta merkir somuleiðis, at um fyritøkur hava havt opið áðrenn klokkan 23 og fingið inntøkur frá hesum, so hava hesar fyritøkur kortini rætt til stuðul fyri 100 prosent av føstu útreiðslunum. 

- Hetta kann tykjast at vera til stóran fyrimun til viðkomandi fyritøkur, tí at tær fáa endurgoldið allar útreiðslur, samstundis sum tær fáa nakrar inntøkur frá virkseminum áðrenn kl. 23. Í hesum samband er kortini týðandi at hava fyri eyga, at nógv tann størsti umsetningurin hjá náttarlívinum er eftir kl. 23, og at jólamánaðurin er háárstíð hjá hesum fyritøkum, har tær skapa yvirskot, sum skal fíggja slakara tíðarskeiðið fram móti summari. Sostatt verður mett, at skipanin er ikki ov lønandi fyri hesar fyritøkur, stendur í uppskotinum.

Íroknað fastar útreiðslur eru eisini lønarútreiðslur sum fyritøkan hevur goldið fast- og tímaløntum í stuðulstíðarskeiðinum. Tó kann stuðul til lønarútreiðslur í mesta lagi vera 27.000 krónur um mánaðin fyri hvørt starvsfólk, sum arbeiðir í minsta lagi 40 tímar um vikuna.

Ilt er at meta um, hvat samlaði kostnaðurin av hesum verðu, tí í løtuni ber ikki til at siga hvussu nógvar fyritøkur velja at lata aftur klokkan 23 og á tann hátt lúka stuðulstreytina, og heldur ikki ber til at siga hvussu leingi víðkaðu tilmælini fara at halda fram. 

- Við støði í kostnaðinum av fyrru hjálparpakkunum, umframt at hendan stuðulslógin økir um útgjaldsprosentið og tekur starvsfólkakostnaðir við í fastar útreiðslur, verður varliga mett, at skipanin kostar umleið 250.000-300.000 krónur um vikuna. Afturat hesum kemur kostnaðurin fyri umsitingina av skipanini. Verða tilmælini galdandi til 1. februar 2022, verður mett, at stuðulsskipanin kostar millum 1,85-2,2 milliónir krónur verður sagt.

- Viðmerkjast skal tó, at talan er um eina sera óvissa meting, stendur í uppskotinum.

Uppskotið fevnir ikki um matstovur- og kafévirksemi, og heldur ikki gistingarhúsvirksemi ella barrir á gistingarhúsum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

8 Leygardagur 22. Jan 2022

Koronukanningar: Mánadagurin kostaði landskassanum upp ímóti einari millión

5.208 kanningar vórðu gjørdar - tær allarflestu av sjúkrahúsverkinum - og hvør kanning kostar sjúkrahúsverkinum 200 krónur. 0,16 prosent av teimum, sum í løtuni eru skrásett smittað við koronu, eru innløgd vegna tað

Tað hevur helst kostað sjúkrahúsverkinum eitt tvísiffrað milliónatal at kanna fyri koronu higartil í ár (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur aftur og aftur verið borið fram, at sjúkrahúsverkið ikki má hokna undir trýsti, ið møguliga kemur orsakað av nógvum koronusjúklingum. 

Sjúkrahúsverkið rindar, bókstaviliga, prísin fyri ógvusliga nógvu kanningarnar.

Sjúkrahúsverkið upplýsti í farnu viku síðani fyri Portalinum, at hvør koronukanning kostar teimum umleið 200 krónur, og fyri vikuna upp til tað (5. januar - 11. januar) var umleið hálv millión um dagin nýtt til at kanna fólk fyri koronu.

Talið av kannaðum fyri hvønn dag hevur higartil í ár fyri tað mesta ligið millum 3.000 og 4.000, men mánadagin vóru heili 5.208 fólk kannað fyri koronu, sambært korona.fo. 

Nakrar av hesum kanningunum, tað verður ikki upplýst júst hvussu nógvar, hevur Thetis gjørt - á privatu kanningarstøðunum ella á flogvøllinum. Í slíkum førum rinda fólk sjálvi 395 krónur. Siga vit, at Sjúkrahúsverkið framdi 4.500 av kanningunum mánadadagin, kostaði tað sjúkrahúsverkinum - og harvið landskassanum - 900.000 krónur bara fyri ein dag.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nógv tað hevur kostað sjúkrahúsverkinum at áhaldandi kanna so nógv fólk fyri eitt virus, sum í hesum forminum ikki hevur gjørt, at fólk gerast serliga sjúk ella hevur lagt nakað nevnivert trýst á Sjúkrahúsverki, men talið fyri hetta árið er í hvussu er nakrar milliónir longu - helst eitt tvísiffrað tal.

Givið er, at hetta ikki kann halda fram leingi afturat, og við in.fo segði løgmaður, at nú er tað skjótt komið hartil, at kanningarmegin ikki heldur til tað, og Bárður á Steig Nielsen heitir á fólk, um ikki at kanna seg, uttan tey kenna seg sjúk ella hava verið í nærkontakt - annars er snarkanning ein góður møguleiki. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

9 Leygardagur 22. Jan 2022

Býurin letur upp aftur

Tað verður lív í havnargøtum aftur um vikuskiftið tá flestu skeinkistøðini aftur hava opið til klokkan 4

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani 10. desember hevur lítið virksemi verið á barrum og náttklubbum kring landið. Serliga í høvuðsstaðnum hava tilmælini verið fylgd, og dyrnar eru lætnar aftur klokkan 23.

Men nú verður opið sum vit kendu tað áðrenn korona kom og spiltið spælið. Flestu skeinkistøðini í høvuðsstaðnum boðaðu í vikuni frá, at tey hetta vikuskiftið lata upp aftur sum vant og hava opið til klokkan 4.

Millum annað Luux, Basecamp, Bassalt, Taboo, Irish Pub, Glitnir og Essabarr.

Sum skilst hava skeinkistøð í Klaksvík og Runavík havt opið til klokkan 4 um náttina í fleiri vikur.

Tilmæli hjá landsstýrinum er framvegis, at skeinkistøð- og matstovur skulu lata aftur klokkan 23.

Og hóast løgmaður á tíðindafundi í gjár inniliga heitti á skeinkistøðini um at virða tilmælini og lata vera við at lata uppaftur, so fara hesi kortini at gera tað.

Tað boðaðu tey frá eftir tíðindafundin í gjár. Um støðini ikki lata upp aftur nú, er vandi fyri, at tey ikki megna at gera tað yvirhøvur, søgdu tey í gjár.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

10 Leygardagur 22. Jan 2022

Kommunurnar skipa fyri poting í Sundalagnum

Eiðis og Sunda kommunur eru farnar í samstarv við Landssjúkrahúsið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Komandi vikurnar verður møguleiki hjá borgarum í Sunda og Eiðis kommunum at verða potað fyri koronasmittu í Eydnuni á Oyrarbakka.

Smittustøðan í landinum ger at alsamt fleiri fólk hava tørv á at verða potað, og trýstið á kanningarstøðini í Havn og í Klaksvík er so mikið stórt, at trupult er at fáa tíð til kanning. Hetta hevur stóra ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum. Tí hava borgarstjórarnir í báðum kommununum, heitt á Landssjúkrahúsið um at geva kommununum loyvi at upprætta eina potistøð í Sundalagnum, í eitt tíðarskeið, skriva Sunda og Eiðis kommunur á heimasíðum sínum.

Landssjúkrahúsið hevur játtað, og tí verður skipað fyri poting í Eydnuni á Oyrarbakka hvønn týsdag og hósdag, í tríggjar vikur fram. Byrjað verður komandi týsdag.

Kommununar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar.

Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á www.korona.fo. Tilboðið er serliga ætlað borgarum í Sunda- og Eiðis kommunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

11 Leygardagur 22. Jan 2022

Landslæknin: Koppsetingin virkar eisini móti omikron

Ongantíð hava so nógv verið smittað av koronu sum nú. Landslæknin sigur kortini, at koppsetingin verjir eisini móti at vera smittaður av omikron-frábrigdinum

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein nýggj greining av smittutølunum í januar 2022 vísir, at koppsetingin ímóti korona verjir eisini ímóti omikron-frábrigdinum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í fráboðan á korona.fo.

Og triðja prikið ger mun, verður sagt.

- Tá omicron-frábrigdið kom til Føroya, fingu vit ábendingar um, at koppsetingin ikki vardi eins væl ímóti nýggja frábrigdinum, sum ímóti frábrigdunum, sum vit kendu frammanundan. Líknandi úrslit hava vit sæð í øðrum londum. Við hesi greiningini kunnu vit tó staðfesta, at koppsetingin eisini verjir ímóti omicron-frábrigdinum, og kunnu vit nú seta tøl á, hvussu góð verjan er. 

- Greiningin vísir, at tvey prik minka sannlíkindini fyri at verða smittað niður í eina helvt, og at triðja prikið minkar sannlíkindini at verða smittaður uppaftur meira. Hvørja ferð tveir persónar, sum hava fingið triðja prikið, verða smittaðir, verða fimm ókoppsettir persónar smittaðir við korona.

91 prosent av fólkatalinum er koppsett móti koronu við tveimum prikum, og nú januar mánaði fer at lakka í móti endanum eru 47 prosent koppsett fyri triðju ferð. Kortini hava smittutølini ongantíð verið so høg. Síðani á nýggjárinum eru 6.660 fólk blivin smittað við koronu.

Eitt úrslit av greiningini er sambært landslæknanum eisini, at tey sum eru 50 ár og eldri, og eru koppsett, eru betri vard enn tey sum eru yngri enn 50 ár og eru koppsett. Hetta kemur tó av, at millum tey sum eru 50 ár og eldri, eru fleiri sum hava fingið triðja prikið, enn millum tey yngru.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

12 Leygardagur 22. Jan 2022

Hava goldið 10 milliónir krónur til PCR-kanningar higartil í ár

Við hesum kanningartrýstinum, ber ikki til at halda fram leingi afturat, uttan at løgtingið játtar fleiri milliónir til endamálið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað ber ikki til at halda fram leingi afturat við verandi kanningartrýsti. Í øllum førum ikki eftir verandi játtan, sum varð sett av til tríggjar teir fyrstu mánaðirnar av árinum.

Sjúkrahúsverkið hevur higartil í ár gjørt áleið 55.000 kanningar ,sum svarar til ein kostnað upp á um 10 milliónir krónur.

Í miðal eru 3.020 kanningar gjørdar um dagin á potingarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum. Tað svarar til ein kostnað á 550.000 krónur um dagin.

Seinastu dagarnar hevur miðaltalið tó verið eitt sindur hægri, tí í hesari vikuni hava í miðal yvir 4.000 kanningar verið gjørdar um dagin, upplýsir sjúkrahúsverkið. Hvør kanning kostar umleið 200 krónur, og sostatt hava hesir seinastu dagarnir í miðal kostað 800.000 krónur um dagin.

Koronukanningar við landamørkini og kanningar, sum verða framdar hjá privatu kanningarstovuni Thetis eru ikki við í hesum tølunum. Har rinda fólk sjálvi.

Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 17 milliónir krónur settar av til kanningar umframt tvær milliónir til samskipan av kanningunum.

Sostatt eru tað nú bara sjey milliónir krónur eftir, og við hesari ferðini heldur játtanin ikki mánaðin út. Ein játtan, sum annars ætlað at varða tríggjar teir fyrstu mánaðirnir av árinum.

Nógvir tilburðir eru staðfestir í nýggja árinum. Síðani ársskiftið eru 6584 tilburðir staðfestir í Føroyum. Tað merkir, at 12 prosent av fólkatalinum hevur ella hevur havt koronu í ár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

13 Leygardagur 22. Jan 2022

678 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í 2021

326 gentur og 352 dreingir, harav seks pør av tvíburum

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini markera føðingardagin við at seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini. Flest øll foreldur nýta hetta høvið. Reytt fyri gentubørn, blátt fyri dreingjabørn, tvær nálir fyri tvíburar. Silvurstjørnu fyri tey børnini, sum ikki liva (Mynd: Landssjúkrahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aftur í fjør vórðu nógv børn fødd á Landssjúkrahúsinum, vísir uppgerðin sum sjúkrahúsið hevur lagt á sín Facebook-vangan.

678 børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum í 2021, sum er neyvt tað sama sum í 2019. Annars hevur talið á føddum børnum árliga verið støðugt.

Tilsamans vigaðu børnini, sum vóru fødd í fjør, 2.522 kilo, sum gevur eina miðalvekt uppá áleið 3,719 kg.

244 kvinnur fingu sítt fyrsta barn.

2021: 678

2020: 675

2019: 678

2018: 680

2017: 656

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

14 Leygardagur 22. Jan 2022

– Harmist um at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni

Flokkar áttu í størri mun at hugsa um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað fyrispurningi hjá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

6. januar vórðu Árni Skaale og Sólvit Nolsø settir sum landsstýrismenn fyri ávikavíst Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum løgdu frá sær fyri jól. Hetta merkir, at vit nú, fyri fyrstu ferð síðan 2004, hava eitt landsstýri, sum bert er mannað av monnum, og hetta hevur elvt til nógv kjak.

Ingilín Didriksen Strøm vísti í viðmerking til fyrispurningin, sum varð settur 7. januar, á, at Javnstøðunevndin hevði sagt, at eitt landsstýri uttan kvinnur gongur ímóti demokratisku virðunum.

Hon vildi hava at vita frá løgmanni, um hann helt tað vera nøktandi, at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni, um hann heldur javnstøða eigur at vera í landsstýrinum, og um løgmaður ætlaði at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum.

– Løgmaður hevur ábyrgd av at seta landsstýrisfólk og loysa landsstýrisfólkúr starvi, og tí hevur hann eisini einsamallur heimild til at broyta, at bara mannfólk eru umboðað í landsstýrinum, sigur tingkvinnan.

Hon vísir eisini á, at flokkurin hjá løgmanni eisini hevur framt eitt landsstýrismannaskifti í hesum valskeiðnum, og tá varð eisini ein maður settur fyri ein mann. Tað var í august, tá Magnus Rasmussen avloysti Helga Abrahamsen sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur seg harmast um, at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni. Hann vísir tó á, at tað hevur verið siðvenja at tilnevningin av landsstýrisfólki verður gjørd eftir uppskoti hjá einstaka flokkinum, og um tey verða funnin fullgóð verða tey tilnevnd av løgmanni.

Bárður á Steig Nielsen sigur seg ikki vita um, at nakar løgmaður hevur tilnevnt onnur landsstýrisfólk enn tey, sum ein flokkur hevur skotið upp.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

15 Leygardagur 22. Jan 2022

KT vinnan skal tvífaldast áðrenn 2030

Í 2022 væntast virði á KT vinnuni at verða 400 milliónir krónur, men í 2030 skal hetta virði vera komið upp á 1 milliard krónur

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni, legði fram (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Virði á KT vinnuni skal meir enn tvífaldast komandi átta árini. Tað er høvuðsniðurstøðan hjá Vakstrarforum, sum hósdagin legði fram frágreiðing um vøkstur innan KT vinnuna.

Frágreiðingin byggir á kanningar og tilmæli, sum ein KT serfrøðingabólkur hevur arbeitt við seinasta hálva árið.

Í 2022 væntast virði á KT vinnuni at verða 400 milliónir krónur, men í 2030 skal hetta virði vera komið upp á 1 milliard krónur. Hetta merkir, at KT vinnan skal vaksa úr 2,5 prosent upp í 6 prosent av BTÚ. Eisini skal útflutningurin av KT tænastum vaksa úr 100 upp í 600 milliónir krónur innan sama áramál.

Fyrimunurin við KT vinnu er, at landafrøði ikki hevur nakran týdningarmiklan leiklut, eins og hon kann hava í øðrum vinnum. Fortreytirnar í dag eru dugnalig fólk og eitt gott netsamband innanlands og til útheimin.

- KT hevur einki miðstaðarøki. Tí kunnu vit í Føroyum vera líka væl við, sum øll onnur, og øll í Føroyum kunnu vera við, sama, hvar í landinum tey eru. KT verður eisini avgerandi um vit skulu hava burðardygga vælferð, og tí skal hetta raðfestast sum eitt vakstrarøki, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Frágreiðingin hjá Vakstrarforum inniheldur 26 tilmæli til politisku skipanina, sum øll stuðla upp undir ætlaða vøksturin. Tilmælini eru býtt í fýra høvuðspartar: grønan vøkstur, heilsu- og borgaratænastur, útbúgving og yvirskipaðar karmar.

Leif Abrahamsen er formaður í KT serfrøðingabólkinum. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning, at ein fjølbroytt røð av átøkum verða framd, um málið skal røkkast. Men um dentur skal leggjast á eitt ávíst øki, so er tað KT útbúgving, tí her eru vit aftarlaga samanborið við onnur lond, sigur hann.

Í KT serfrøðingabólkinum hava sitið: Leif Abrahamsen, Jan Ziskasen, Ulla Joensen, Annika Mittún, Jákup Lamhauge og Oyvindur av Skarði (skrivari).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

16 Leygardagur 22. Jan 2022

Stórur steinur leyp oman á landsvegin

Steinurin sum leyp oman á landsvegin við Sund týsdagin, var skjótt ruddaður burtur aftur

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan fekk um middagsleitið týsdagin fráboðan um, at grót leyp á landsvegin við Sund. Talan var um ein stóran stein, sum so hevði tikið nakað av smágróti við sær.

Steinurin vigar millum 2 og 3 tons, verður mett.

Eingin skaði stóðst av hendingini. Boð vórðu beinanvegin send Landsverki um steinin, sum skjótt varð ruddaður burtur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

17
Leygardagur 22. Jan 2022

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

Tað er tann elsta sildin sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi. Orsøkirnar eru, at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra og er harnæst fyrr liðug at gýta – og leggur tí fyrri til brots út á hav og er komin longri vestur, tá ið kanningarnar verða gjørdar í mai

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl til árligu stovnsmetingarnar. Hesi tøl eru nú greinaði, viðvíkjandi hvar sildin hevur hildið til nevnda tíðarskeið við serligum atliti til aldurin á sildini.

Norðhavssildin gýtir fram við norsku strondini í februar-mars, og síðani leitar hon sær vestur í hav at finna sær føði, sum í stóran mun er reyðæti (Calanus). Greiningin vísir, at tað er tann elsta sildin sum stendur longst vesturi, meðan unga sildin stendur nærri Noregi. Orsøkirnar eru, at gamla sildin svimur skjótari enn tann yngra og er harnæst fyrr liðug at gýta – og leggur tí fyrri til brots út á hav og er komin longri vestur, tá ið kanningarnar verða gjørdar í mai.

Elsta sildin stendur flestøll árini nær front-økjunum norðan fyri Føroyar – upp móti Ísland-Føroya frontinum og Jan Mayen frontinum. Hetta er ivaleyst tí føðiviðurskiftini eru góð har, og har er eisini arktiskt reyðæti norðanífrá (Calanus hyperboreus), sum er nakað størri og føðsluríkari enn vanliga reyðætið (Calanus finmarchicus).

Tann elsta sildin, sum hevur ferðast hesa leiðina oftast, “veit” hvar best er at fara, og stevnir tí beinleiðis hagar. Yngra "óroynda" sildin tykist koma aftaná, og er í mai ikki komin líka langt í sínari ferðing.

Í tíðarskeiðnum 1999-2004 var útbreiðslan í mai tó ein heilt onnur, og sildin stóð nokk so nógv longri norðuri. Kjakast hevur verið um, hvørt orsøkin til hetta vóru broytingar uttanifrá, t.d. í umhvørvi og/ella føðiviðurskiftum, ella um tað vóru broytingar í sildastovninum, t.d. í stovnsstødd og/ella aldurssamanseting í stovninum. Hóast greiningin ikki neyvt dugir at vísa á nakra ávísa broyting, sum viðførdi, at sildin broytti ferðingarmynstur, so verður mett at tað allarhelst vóru broytingar í umhvørvi ella føði sum vóru orsøk til broytingina í ferðingarmynstrinum, tí tað vóru ongar ógvusligar broytingar í stovnsstødd ella aldurssamanseting hesi árini.

Úrslitini vóru kunngjørd beint undan jólum í greinini “Spatial Distribution of Different Age Groups of Herring in Norwegian Sea, May 1996–2020”. Greinin er prentað í tíðarritinum “Frontiers in Marine Science” og kann lesast her. Tað eru granskarar á Havstovuni sum hava staðið á odda í arbeiðinum við hjálp frá norskum og íslendskum granskarum.

[object Object]

Miðal-sildaútbreiðsla í mai í tíðarskeiðnum 2005-2020. A) 3-4 ára gamla sildin stendur tætt við Noreg. B) 5-7 ára gamla sildin er mitt í Norskahavinum. C) Sildin sum er 8 ár og eldri er komin heilt vestur móti Jan Mayen frontinum og Ísland-Føroya frontinum. 2000 m, 1000 m og 500 m botnlinjur eru teknaðar við gráum, og Ísland-Føroya fronturin, sum gongur eystur-vestur, og Jan Mayen fronturin, sum gongur norður-suður, eru teknaðir við brotnari svartari linju. Sildaútbreiðslan í tíðarskeiðnum 1996-1998, sum líkist nakað hesari, sæst í greinini sum víst er til í leinkjuni.

[object Object]

Miðal-sildaútbreiðsla í mai í tíðarskeiðnum 1999-2004. Allur sildastovnurin, t.v.s. A) 3-4 ára gomul sild, B) 5-7 ára gomul sild og C) sild 8 ár og eldri, var hesi árini norðarlaga í Norskahavinum, men mynstrið við at unga sildin er tættast við Noreg og tann gamla er longri vesturi sæst tó. 2000 m, 1000 m og 500 m botnlinjur eru teknaðar við gráum, og Ísland-Føroya fronturin, sum gongur eystur-vestur, og Jan Mayen fronturin, sum gongur norður-suður, eru teknaðir við brotnari svartari linju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

18 Leygardagur 22. Jan 2022

Widerøe fer at flúgva fýra ferðir um vikuna

Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni frá, at tey frá byrjanini av mai í ár fara at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Føroyar.  Sum er flúgva tey tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag. Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.

Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang) 

- Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

- Hesa tíðina síðani Widerøe byrjaði regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør hava vit sæð, at samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit higartil hava sæð, tí lutfalsliga stórur partur hevur verið norðmenn. 

- Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir sítt virksemi á egið kundagrundarlag, og hevur hetta samstundis við sær, at Føroyar sum ferðamannaland við hesum fær eitt størri grundarlag at byggja á. Eingin ivi er tí um, at hetta hevur jaliga ávirkan á bæði ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

19 Leygardagur 22. Jan 2022

Knapt 240.000 ferðaðust um flogvøllin í fjør

Ferðafólkatalið í 2021 var bara eitt lítið sindur meira, enn í 2013

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

239.085 ferðafólk flugu um Vága Floghavn í 2021. Tað vísa seinastu hagtølini hjá floghavnini. Harvið er talan um ein samlaðan vøkstur upp á ein triðing – 33 prosent – í mun til ferðafólkatalið í 2020, fyrsta árið við korona.

Í 2020 var samlaða ferðafólkatalið 179.778 fólk.

Hinvegin var 2019 árið, sum tað higartil hava ferðast nógv flest fólk um flogvøllin. Tá var samlaða ferðsfólkatalið 424.281, so í mun til 2019, so lá ferðafólkatalið í fjør rættiliga nógv undir metið.

Ferðafólkatalið í 2021 svaraði nøkulunda til 2013, og harvið kunnu vit siga, at koronafarsóttin hevur tveitt okkum átta ár aftur í tíðina, hvat talið av ferðafólkum um floghavnina viðvíkir.

[object Object]

Talið av ferðafólkum um Vága Floghavn seinastu 10 árini:

2012: 225.532
2013: 236.181
2014: 250.287
2015: 276.385
2016: 292.393
2017: 341.388
2018: 377.813
2019: 424.281
2020: 179.778
2021: 239.085


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

20 Leygardagur 22. Jan 2022

Prísirnir øktir 3,4 prosent seinasta árið

Upp á eitt ár er brúkaraprístalið økt úr 121,6 til 125,8 vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni

Serliga brennievni er við til at trýsta samlaða prísvøksturin upp (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Prísstøðið í Føroyum hækkaði við 3,4 prosentum í 2021. Tað vísir nýggjasta uppgerðin fyri prístalið hjá Hagstovu Føroya. Eins og aðrastaðni í heiminum, er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum síðan alheims fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðani.

Økingin í seinasta ársfjórðingi í fjør, var 0,7 prosent.

Prísvøkstur á brennievni er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð, eins og við seinastu uppgerðini undan hesari. Tá var árliga broytingin í brúkaraprístalinum 3,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Fjórða ársfjórðing í 2020 var samlaða prístalið 121,6 og í seinastu uppgerðini fyri fjórða ársfjórðing í fjør var samlaða brúkaraprístalið 125,8. Hetta merkir, at prístalið er økt 3,4 prosent eftir einum ári. Triðja ársfjórðing var samlaða prístalið 124,9. Vøksturin frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing er 0,7 prosent.

Prísirnir eru øktir í tíggju av teimum tilsamans tólv yvirskipaðu vøru- og tænastubólkunum eftir einum ári. Tað eru serliga prísir á vørum og tænastum innan býli, flutning og hotel/matveiting, sum eru øktir mest við ávikavist 11,9, 4,9 og 4,1 prosentum.

Prísir á klæðum og fótbúnaði eru í miðal eitt vet lægri í fjórða ársfjórðingi í fjør í mun til árið fyri, og prísir á útbúgving eru lækkaðir 1 prosent eftir einum ári.

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hava tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Hjá okkum eins og aðrastaðni er høvuðsorsøkin til prísvøksturin seinasta árið tann lutfalsligi stóri vøksturin í prísi á brennievni til upphiting av býlum og til flutning, skrivar Hagstovan.

Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við korunu, eru hesir prísir øktir áhaldandi seinasta árið. Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið øktur heili 41 prosentum. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir miðal árligan vøkstur á 57 prosent.

Tá korona rakti fyri skjótt tveimum árum síðan, sást minni vøkstur í brúkaraprísum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú ein lutfalsligan stóran vøkstur, og vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.

Í mun til onnur lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, so er seinasta uppgjørda árliga broytingin í brúkaraprístalinum á 3,4 prosent áleið á sama støði sum onnur norðurlond. Í Finnlandi, Svøríki, Danmark og Íslandi liggur árliga broytingin í brúkaraprístalinum millum 3,5 og 3,9 prosent, meðan árliga broytingin í Noreg er nakað hægri á 5,8 prosent. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

21 Leygardagur 22. Jan 2022

Innfluttu fyri 8,4 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar av 2021

Talan er um ein vøkstur á 12,3 prosent, sigur Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør varð innflutt fyri 8,4 milliardir krónur, tað upplýsir Hagstovan, nú innflutningurin til og við november 2021 er gjørdur upp.

Hetta er ein vøkstur á 12,3 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2020, og um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14 prosent.

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, hava vit brúkt 43 prosent meiri upp á brennievni fyrstu 11 mánaðirnar av 2021 samanborið við 2020, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

22 Leygardagur 22. Jan 2022

Útflutningurin í fjør vaksin við 14 prosentum

Fram til og við november í fjør høvdu vit útflutt fyri umleið hálva milliard krónur meira enn vit innfluttu fyri

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar útfluttu fyri 8,9 milliardir krónur 11 teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Hetta er 1,1 milliardir meira enn árið fyri, og sostatt ein vøkstur á 14 prosent.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar.

Nógv tann størsti einstaki útflutningurin, er laksaútflutningurin, sum 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2021 vaks við næstan einum triðingi í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Frá januar til og við november í fjør útfluttu vit laks fyri knappar fýra milliardir krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

23 Leygardagur 22. Jan 2022

Tveir nýggir stjórnarlimir valdir í Realin

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóra í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging

(Mynd: KVF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt tveir nýggjar stjórnarlimir í Realin.

Landsstýrismaðurin hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóra í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging.

Súsanna Poulsen er 55 ár. Hon arbeiðir sum bankastjóri í Noregi, og hevur útbúgving innan fígging. Hon hevur áður sitið í nevndini fyri BankNordik.

Virgar Dahl er 63 ár. Hann er útbúgvin skipsførari og sigldi, áðrenn hann fór á Tryggingina í 1989. Virgar hevur áður sitið í nevndini fyri Realin.

Úr stjórnini fara Sigurd Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, og Gloria Kalsø, fyrrverandi lærari á Glasi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

24
Leygardagur 22. Jan 2022

2021 er vánaligasta ár, eg havi upplivað

- Um fiskiskapurin ikki batnar skjótt, so verður trupult at fáa fólk og at hava skipini í vinnu. So álvarsom er støðan, sigur Ivan Holm, skipari á partrolaranum Heyki

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Í fleiri ár hevur tað gingið afturá við upsafiskiskapinum undir Føroyum. 2021 var einki undantak, og gjørdist óivað tað vánaligasta, menn hava upplivað. 

Menn eru ymiskir á máli um, hvørjar grundirnar kunnu vera, og tær eru óivað fleiri.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Heyk, hósdagin 13. januar, tá menn vóru í holt við at rigga eitt nýtt trol til. Tíð var bæði til drekka, prát um trol og fiskiskap, Guds orð, bøn og signing. 

Tá skiparin á Heyki, Ivan Holm, var spurdur hví upsafiskiskapurin hevur verið sera vánaligur síðstu árini, svaraði hann: 

- Ein grund er hitin í sjónum, sum hevur verið alt ov høgur. Hann hevur ligið uppá 8-9 hitastig, men nú kólnar hann spakuliga niður á 5,5 stig eystur av landgrunnakantinum og 6-7,5 hitastig á landgrunninum. So nú vóna vit, at fiskiskapurin tekur seg upp aftur. 

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Ein onnur grund til smáliga fiskiskapin hjá okkum, er ristin, sum nýliga gjørdist eitt krav. Eitt er at krevja rist, men hon er alt ov víð, og so víðkast hon við tíðini. Vit meta, at umleið helvtin av fiskinum fer út aftur, og harímillum rímiliga stórur fiskur. Ristin bognar við tíðini og víðkast, og tí fer eisini stórur upsi útaftur, sigur hann. 

- Eitt trolarapar hevur kannað tað, og har fór millum ein triðing og eina helvt av fiskinum útaftur. Tilfarið í ristini er ov vánaligt. Hon skuldi verið av stáli, og víddin skuldi verið 45 millimetrar ístaðin fyri teir 55 millimetrarnar, sum hon nú er. Best hevði verið við ongari rist, sigur Ivan. 

- Seinna hálvan av januar, februar og nakað út í mars mánað, skuldi verið góð upsatíð. So vit vóna og vænta betri fiskiskap, nú vit fara útaftur aftaná vánaliga veðrið, sigur hann.

- Um fiskiskapurin ikki batnar skjótt, so verður trupult at fáa fólk og at hava skipini í vinnu. So álvarsom er støðan. Ovurfisking er tað ikki, tí tað eru fáir trolarar, sum royna eftir upsa, og so royna trý pør eftir gulllaksi fleiri mánaðir um árið, sigur Ivan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

25 Leygardagur 22. Jan 2022

Semingsstovnurin komin upp í leikin

Hevur samskifti við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelagið í dag. Sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober 2020

Terje Sigurðsson er annar av semingsmonnunum. Í dag eru hann og Fróði Sivertsen byrjaður við semsingsroyndunum um nýggjan sáttmála til ljósmøðurnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sáttmálin hjá Ljósmøðrafelagnum við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum gekk út fyri langari tíð síðani - 1. oktober 2020.

Mánadagin varð Semingsstovnurin boðsendur fyri at hjálpa við at finna semju millum partarnar, og hósdagin høvdu Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen samtalur við Lønardeildina og við Ljósmøðrafelagið. 

Hetta var fyrsta royndin hjá Semngsstovnurin at loysa knútarnar millum feløgini. 

Í 2018 fóru limirnir í Ljósmøðrafelagnum í verkfall, eftir at semja ikki varð funnin í sáttmálasamráðingunum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

26 Leygardagur 22. Jan 2022

Betesda fer aftur at hava virksemi í salinum sunnudagar

Í tríggjar mánaðir hevur størsta brøðrasamkoman í Føroyum, orsakað av koronustøðuni og almennum tilmælum, fyri tað mesta havt netmøti. Nú sunnudagin eru møtir og sunnudagsskúli aftur á skránni sum vant

- Eftir at vit nú í nakrar vikur hava hildið møtini mitt í viku og á netinum, er tíðin nú komin at lata enn meir upp fyri virkseminum í Betesda.
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóast koronutølini eru høg, so letur ymiskt í samfelagnum meira uppaftur nú, og hetta er galdandi bæði í náttarlívinum og í samkomulívinum.

- Eftir at vit nú í nakrar vikur hava hildið møtini mitt í viku, er tíðin nú komin at lata enn meir upp fyri virkseminum í Betesda.

Hetta skrivar brøðrasamkoman í Klaksvík á Facebook-síðu sínari, sum fyri júst trimum mánaðinum síðani fyribils støðgaði sínum virksemi í salinum, orsakað av nógvum koronutilburðum í samkomuni og í nærumhvørvinum. Strangari tilmæli komu eisini eftir hetta, og tað var ikki fyrrenn stutt áðrenn jól, at nøkur tiltøk komu á skrá aftur í salinum mitt í viku.

Seinastu mánaðirnar hava netmøti verið á skránni, men ymiskt virksemið í samfelagnum sum heild latið alsamt meir upp, og myndugleikarnir hava stigvíst linkað tilráðingarnar.

- Tað er í tráð við hesa gongd, at vit í leiðsluni fyri Betesda nú hava tikið avgerð um, at vit frá og við komandi sunnudegi byrja aftur við møtunum og sunnudagsskúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

27 Leygardagur 22. Jan 2022

Ferð komin á íbúðarbygging í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna setti í fjør met í byggiloyvum, bæði íbúðir og smærri byggiloyvi

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Met nógv byggiloyvi vóru í fjør givin í Klaksvíkar kommunu.

50 byggiloyvir vórðu givin til íbúðir og 103 vóru givin til til onnur byggiloyvir so sum tilbygningar, bilhús, hjallar og annað. Eisini vóru 13 byggiloyvi til sethús givin. 

Seinastu 10 árini eru í alt loyvir givin til 89 sethús og 93 íbúðir í kommununi. Sum heild vísir gongdin seinnu árini ein støðugan vøkstur í virkseminum í kommununi.

- Umfamt íbúðarbygging í býnum, so hevur kommunan fleiri grundstykkir á Fossum klár í summar. Somuleiðis er verkætlanin við fleiri vinnuøkjum við Borðoyavík komin væl áleiðis. Tí kann eg ikki siga annað enn, at hetta er ein spennandi tíð, sum gevur mær góðar vónir um framtíðina, sigur borgarstjórin, Karl Johansen, sum fegnast um stóra eftirspurningin.

Serliga er tað gongdin í íbúðarbyggingin hjá privatum feløgum, sum vekir ans. 

Íbúðarbyggingin tók av álvara dik á seg, tá byggingin kring Biskupstorg fór ígongd í 2015, har tey fyrstu fluttu inn í 2019. Eftir hetta er ferð komin á íbúðabygging í Klaksvík. Tí umframt tær 50 búeindinar, sum loyvi varð givið til í fjør, so eru nógvar aðrar spennandi verkætlanir ávegis. Fyribils metingin er, at gongdin við íbúðabyggingin heldur fram í 2022, har roknað verður við, at met nógv loyvir verða givin í 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

28 Leygardagur 22. Jan 2022

Miðal sethúsaprísurin í Suðuroynni farin upp við 80 prosentum seinastu fimm árini

- Eftirspurningurin er størri enn útboðið, og hetta førir við sær, at miðalprísurin er hækkaður í Suðuroy, sigur Róin Schrøter við Suðurrás. Miðalprísurin táttar nú í eina millión

Bústaðarbyrðan í Suðuroy er í løtuni 9 prosent (Mynd: Dennis Holm/sudurras.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53 prosentum seinastu fimm árini. 

Beint fyri nýggjár varð boðað frá, at miðalhúsarprísinum heldur fram at vaksa, men seinasta árið hevur tað verið við minni ferð enn sæð hevur verið seinastu árini.

Í Suðuroynni hevur tað gingið við rúkandi ferð. Í 2016 var miðal sethúsaprísurin í áleið 500 túsund krónur - í dag er miðalprísurin 900 túsund krónur. Hetta svarar til eina øking á heili 80 prosent.

- Vit síggja ein øktan áhuga millum tey ungu at seta sær búgv í Suðuroy. Eisini uppliva vit ein áhuga frá fólki úr øllum landinum, sum ynskja at ogna sær summarhús ella bústað at leiga út. Eftirspurningurin er størri enn útboðið, og hetta førir við sær, at miðalprísurin er hækkaður í Suðuroy.

Hetta sigur Róin Schrøter, leiðari fyri Betri Banka á Tvøroyri við sudurras.fo.

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum - hon lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús.

Bústaðarbyrðan í Suðuroy er í løtuni 9 prosent í mun til 6 prosent í 2016, skrivar sudurras.fo.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

29 Leygardagur 22. Jan 2022

Kári fekk ein stól

Í X Factor stólaspælinum fríggjakvøldið vann Kári Fossdalsá seg enn einaferð víðari. Toftamaðurin er millum seks tey síðstu hjá dómaranum Martin Jensen

(Mynd: TV2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað munnu vera nógvir føroyingar sum fylgja við X Factor í ár. Góðar orsøkir eru til tað, tí heilir tveir føroyingar luttaka, og eru báðir komnir langt higartil.

Síðsta fríggjakvøld gjørdist greitt at bæði Tina Mellemgaard og Kári Fossdals vóru millum 36 tey síðstu í X Factor, og høvdu vunnið sær pláss í sonevnda 6 Chair Challenge.

Í gjárkvøldið var fyrsta sendingin av hesum stólaspælinum á skránni, og dómarin Martin Jensen fekk heiðurin at vera tann fyrsti, at hoyra sínar luttakarar. Undir veingjunum hjá altjóða plátuvendaranum, sum seinastu tvey árini hevur verið dómari í X Factor, er toftamaðurin Kári Fossdalsá.

Hann royndi seg við lagnum “Bruises” hjá Lewis Capaldi. Hetta dámdi Martini sera væl.

- Í byrjanini róptu áhoyrarnir “juuuhh”, men so tagdu teir. Tað var ikki tí, tú byrjaði at syngja vánaligt, men tí eingin vildi órógva teg. Tað var tí tú sang hendan sangin so pissi hamrandi flott, segði Martin Jensen.

- So tú skalt sjálvandi hava ein stól, staðfesti hann.

[object Object](Mynd: TV2)

Stólaspælið er skipað á tann hátt, at fýra úr hvørjum flokki - yngri enn 23 ár, eldri enn 23 ár og bólkar - framføra á palli, og síðani er tað upp til dómaran at velja hvør skal hava ein stól. Tað kemur meira enn so fyri, at ein, sum hevur fingið tillutað ein stól fyri sína framførslu, missir hann aftur til fyrimun fyri onkran, sum framførir aftaná.

Kári var tó so heppin - ella dugnaligur - at hann ikki misti stólin til nakran, og er millum seks teir síðstu luttakararnar hjá Martin Jensen. Ein úr hvørjum flokki kemur víðari, og kappingin er sostatt millum Kára og Lotte, sum eisini er í flokkinum yvir 23.

[object Object]Við sær hevði hann unnustuna Áshild Jónsveinsdóttir og dóttir teirra (Skíggjamynd: TV2 Play)

Hvør av teimum kemur við til beinleiðis sendingarnar verður avgjørt á sonevnda bootcamp. Hetta verður ikki víst fyrr enn 6 Chair Challenge hjá hinum báðum dómarunum, Thomas Blachman og Kwammie Liv, hava verið.

Serliga í 6 Chair Challenge hjá síðstnevnda dómaranum, Kwammie Liv, sum verður víst annan fríggjadag, tað vil siga 4. februar, verður tað veruliga áhugavert hjá okkum føroyingum aftur. Tá verður 18 ára gamla Tina Mellemgaard úr Hoyvík við, og finnast skal útav, um hon sleppur víðari ella ikki.

X Factor sæst á TV2 fríggjakvøld klokkan 19, og á TV2 Play um ein hevur hald.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

30 Leygardagur 22. Jan 2022

Olaf Johannesen fekk Mentanarvirðisløn Landsins

- Hetta er størsta heiðursgávan eg nakrantíð havi fingið, segði Olaf Johannesen í takkarkvøðuni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sjónleikarin Olaf Johannesen varð í kvøld heiðraður við Mentanarvirðisløn Landsins, tignaðarligastu virðisløn, ið verður givið føroyskum mentafólki. Við heiðrinum fylgja 175.000 krónur.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, vísti á, at Olaf hevur sjónleik í blóðinum. Hansara pallkynstur sæst aftur í altjóða pallum bæði í Danmark og Týskland. Seinastu árini hevur hann eisini verið at sæð her heima, har hann hevur kunnað víst sína list á móðurmálinum.

Í 2018 varð hann heiðraður við mætastu virðisløn fyri pallkynstur í Danmark, Reumet virðislønini.

Nú fekk hann so Mentanarvirðisløn Landsins fyri "at lyfta leiklutirnar upp á altjóða stig og vísa menniskjað í øllum sínum fjølbroytni."

Hóast Olaf Johannesen fleiri ferðir er heiðraður fyri síni pallkynstur, so segði hann sjálvur í SALT í kvøld, at hetta er tann størsta heiðursgávan, hann nakrantíð hevur fingið.

[object Object](Skíggjamynd)

Jens av Rana, landsstýrismaður, handaði Olafi Johannesen Mentanarvirðislønina við hesum orðum:

"Olaf Johannesen hevur sjónleik í blóðinum, og tað sæst aftur á palli og í filmi, har leiklistakynstrini eru eyðsýnd.

Boð eru eftir dugnaliga sjónleikaranum á at kalla øllum pallum í Danmark og í Týsklandi. Seinasta árið hevur Olaf aftur staðið á palli í Føroyum og spælt á sínum móðurmáli til stóra fragd fyri áskoðarafjøldirnar. Vit hittu hann í einmansleikinum Tann komiska tragedian, har hann so meistarliga bergtók áskoðaran.

Olaf Johannesen er eisini væl kendur á filmi. Hann hevur týðandi leiklut í føroysku sjónvarpsrøðini Trom, sum vit fara at síggja seinni í ár, og hann er kendur frá útlendskum filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú frá heimskendu donsku krimirøðini Forbrydelsen og frá Borgen.

Seinastu 10-15 árini hevur Olaf Johannesen vunnið eina ørgrynnu av virðislønum, bæði innan palllist, film og sjónvarp. Í 2018 fekk hann hægstu viðurkenning innan palllist í Danmark, tá Reumert heiðurslønin varð latin honum fyri lívlangt avrik. Í 2013 var Olaf eisini í uppskoti til hægstu leiklistavirðisløn í Týsklandi, DER FAUST, fyri leiklutin Peer Gynt, sum hann spældi fyri Schauspielhaus Düsseldorf í 2012-13.

Olaf Johannesen hevur seinastu árini ment seg á síni yrkisleið sum sjónleikari, bæði listarliga og handverksliga, soleiðis at hann í dag er mettur at vera av bestu palllistafólkum í kongaríkinum. Livandi og sannførandi leikframførslurnar fáa okkum at kenna okkum aftur í og spegla okkum í leiklutunum.

Fyri at lyfta leiklutirnar upp á eitt altjóða stig og vísa okkum menniskjað í øllum sínum fjølbroytni, um tað er ein nasistur, ein einaræðisharri, ein forsætisráðharri ella ein klovnur, fær Olaf Johannesen Mentanarvirðisløn landsins 2021."

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

31 Leygardagur 22. Jan 2022

Guðrun & Guðrun fingu Heiðursgávu Landsins

Stjørnutroyggjan gav føroyskari binding og sniðgeving luft undir veingirnar

(Savnsmynd: Beinta á Torkilsheyggi)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gjørdist ein fyritøka, nýskapandi klædnafyritøkan Guðrun & Guðrun, sum fekk tignarligu mentanarheiðurin, Heiðursgáva Landsins 2021 á 75.000 krónur.

Tær báðar, Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir fingu heiðurin fyri teirra slóðbrótandi sniðgevingararbeiði.

Fyritøkan Guðrun & Guðrun byrjaði í 2002, og fekk veruliga luft undir veingirnar, tá Sofie Gråbøl, í leiklutinum sum Sarah Lund, lat seg í stjørnutroyggjuna í sjónvarpsrøðini  “Forbrydelsen”

[object Object]Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir takka fyri heiðursgávuna í SALT á Tvøroyri (Skíggjamynd: kvf.fo)

Jenis av Rana, landsstýrismaður grundgav soleiðis fyri at geva teimum heiðurin:

"Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir stovnaðu í 2002 klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun. “Slow fashion” hevði júst tikið seg upp sum burðardygt andsvar til “fast fashion”-rákið í eini av heimsins mest dálkandi vinnum, og tær vóru frá fyrsta degi við á grønu leiðini.

Móttøkan av klæðunum hjá Guðrun & Guðrun var góð, bæði úti og heima. Heilt stóra gjøgnumbrotið kom, eftir at Sofie Gråbøl, sum spældi høvuðsleiklutin sum Sara Lund í donsku krimirøðini Forbrydelsen, brúkti ullintu, seyðalittu stjørnutroyggjuna sum signaturplagg. Tá røðin varð seld til Onglands, fór føroyska troyggjan um allan heim og við henni Guðrun & Guðrun.

Íblásturin til stjørnutroyggjuna kom úr gamlari skipstroyggju úr Vági. Framsøkið hava Guðrun & Guðrun brúkt heimligu rávøruna og endurskapað livandi samskiftið millum góða plaggið og tað fólk, sum skal liva og virka í klæðunum.

Tær grunda sítt virksemi á aldargamla føroyska vitan og virði og skapa pløgg, sum eru eins viðkomandi fyri fólk í Føroyum, Japan og New York. 

Fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á breddan bæði her heima og úti í verð sum eitt nýmótans boð upp á burðardygga klædnaframleiðslu fáa Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig Heiðursgávu landsins 2021."




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

32 Leygardagur 22. Jan 2022

Martin Joensen fekk Serstøku virðisløn Landsins

Kundi av heilsuávum ikki sjálvur vera til staðar í SALT

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, avdúkaði á tiltaki í SALT á Tvøroyri mikudagin, at tað verður yrkjarin, tónasmiðurin, sangarin og málarin Martin Joensen úr Vestmanna, sum fær Serstaku Virðisløn Landsins 2021.

Virðislønin er á 50.000 krónur.

Martin hevur havt trupulleikar við heilsuni í seinastuni, og kundi tí ikki sjálvur taka ímóti heiðurslønini. Í staðin var tað sonurin, Atli Joensen, sum tók ímóti.

Jenis av Rana vísti á, at Martin Joensen er eitt listafólk, ið hevur rørt hjartastreingir okkara. Vit kenna hann í veitslulagi, kanska serliga fyri sangirnar "Ró" og "Morgun", sum eru millum heilar 36 sangir Martins í Grønu Sangbók.

Eisini eigur Martin tríggjar sálmar í sálmabókaískoytinum hjá Fólkakirkjuni og tveir í nýggju sangbók Brøðrasamkomunar.

[object Object]

Grundgeving landsstýrismansins ljóðaði soleiðis:

"Martin Joensen hevur gjøgnum skjótt hálva øld hegnisliga yrkt og sungið um lívið í øllum tess brigdum. Orðini og tónarnir hjá Martini nema við hjartastreingir okkara.

Tá vit koma saman til hátíðarhald ella í veitslulag, er Martin Joensen ofta við okkum. Sangskrivaragávur hansara eru framúr góðar, og sangir hansara eru vorðnir væl umtóktir millum allar føroyingar. Tað man vera fáur, ið ikki kennir  ella Morgun, tvær av sangperlum Martins, sum eru við í Grønu sangbókini frá 1993. Martin Joensen er umboðaður við 36 sangum í hesi sangbók, og hann hevur sjálvur gjørt lag til flestu teirra.

Virksemið hjá vestmenninginum Martini Joensen hevur verið fjølbroytt og rúgvismikið. Hann hevur verið við í fleiri tónleikabólkum og var ein av oddamonnunum í Vestmonnum.

Martin Joensen hevur týtt sangir úr øðrum málum og yrkt sangir fyri onnur. Hann hevur eisini skrivað tríggjar sangir til Sálmabók Føroya kirkju, tá sálmaskatturin varð víðkaður í 2019, og í nýggju sangbók brøðrasamkomunnar finna vit tveir av sangum hansara.

Fyri Martin er lívið ljós, litir, tónar og vónir, og hetta takkar hann “Timburmanninum úr Nazaret” fyri.

Fyri sangir, tónar, orð og málningar, sum lita lívsleið okkara og geva okkum vón, fær Martin Joensen Serstøku virðisløn landsins 2021."


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

33 Leygardagur 22. Jan 2022

Mentanarhúsið skal eita Varpið

Poulina Slættanes vann navnakappingina, sum grunnurin Mentanarhús í Klaksvík skipaði fyri

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Varpið verður navnið á nýggja mentanarhúsinum, sum verður bygt upp í gamla posthúsið í miðbýnum í Klaksvík.

Tilsamans 70 uppskot komu inn fra 60 fólkum, tá stýrið fyri grunnin Mentanarhús í Kalksvík, skipaði fyri navnakapping.

Á fundi í farnu viku varð avgerð tikin um at halda seg til uppskotið hjá Poulinu Slættanes. Navnið á húsinum verður Varpið.

Týsdagin var navnið avdúkað av Poulinu Slættanes á lítlari samkomu, sum var inni í høllini, ið er undir bygging, bygd sum ein stórhøll aftuat norðanfyri posthúsið.

[object Object]
Poulina Slættanes

Grunnurin skrivar soleiðis um nýggja navnið:

Umráðandi var at fáa eitt navn, sum er serstakt, lætt at minnast, lætt at siga og er serstakt fyri Klaksvík. Varpið er kent staðarnavn í Klaksvík, ið helst stavar frá Nólsoyar Páll. Í dag sæst ikki nógv til Varpið (gamla timburhandilin) ella Varpabrúnna.

Nólsoyar Páll skrivaði til myndugleikarnar í 1806, at hann hevði bygt eitt “kølhalings varf”, ella eina beding, har hann kundi fáa skip sítt umvælt. Aðrir sjófarandi fingu við hesum umstøður at bøta um teirra skip. Umstøður, ið ikki funnust aðrastaðir í landinum tá.

Orðið “varf”, ið Nólsoyar Páll skrivar, stavar frá enska orðinum “wharf”, ið merkir atløgubryggja til upp- og avskiping. Á gomlum niðurlendskum finst orðið “werf” og “Scheepwerf”.  Varf er síðani vorðið til Varp og Varpið.

Tó er tað ikki staðarnavnið, Varpið, ið stýrið nú ynskir at flyta og brúka aðra staðni!

Tað, stýrið leggur seg eftir í týdninginum av orðinum, er meira:

- Eitt varp er m.a. eitt pláss, har fuglur heldur til og eigur. Vit hava mong vørp í Føroyum, onkur teirra eru nær íbúðarøki og hava hesi upp ígjøgnum øldirnar havt stóran týdning fyri mannlívið. Bæði at vinna føði av og at kunna ræna.

- Tær ymsu listagreinirnar, sum framføra í húsinum, eru jú listafólk av ymsum slagi og sum bera hugmyndir í kviði, sum so verða ”verptar og ella varpaðar” á pallinum. Varpið er sostatt staðið, har listafólk verpa síni egg, og sum fólk kemur at royna, kenna og smakka av.

- Varpið ger listafólkini til fuglar, sum flúgva frítt, brúka og sýna sítt hugflog, og hava eitt stað at lenda og verpa á, - í Varpinum.

- Ein annar týdningurin er at varpa, sum merkir at kasta – og ger tað hetta eisini meira ítøkiligt og nærliggjandi, at hugbornir lutir verða til lutbornar ella luftbornar lutir, frá hugflogi til framførslur.

- Leikir, tónleikur og list verða varpað av pallinum út til hyggararnar. Hyggjararnir verða mettaðir við ”andligum eggum”, kundi ein sagt.

- Her kann leggjast afturat útvarp, sjónvarp, kringvarp, sum varpa ljós á ymisk tíðindi, eisini varpa ymiskar tónleika- og mentanarsendingar – At varpa er í hesum føri tað sama sum at miðla ella at umtala og greiða frá.

- Eisini merkir varp akker. Sagt varð til dømis: Skipið liggur fyri varpi á víkini. Hetta ber eisini tyngd og góðsku, tí tað ger mentanarhúsið til eitt stað, sum mentan í Klaksvík er ankrað í, (forankrað í) – hon fýkur ikki fyri vág og vind.

- Mongu línumenninir í Klaksvík hava brúkt varp ella dregg at halda línuni liggjandi á øki, hon er sett í.

Stýrið metir orðið, varpið, at sita væl, er hóskiliga stutt, hevur fleiri gagnir týdningar fyri brúkið av húsinum og ljóðar forkunnugt, samstundis sum tað er kent í Klaksvík í ymiskum brúki, sigur forkvinnan í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Jóhanna takkaði Poulinu Slættanes, vegna stýrið fyri hugskotið, ið stýrið fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, hevur valt at taka av.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

34 Leygardagur 22. Jan 2022

TROM hevur frumframførslu 13. februar

Fyrsta altjóða sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður skjótt at síggja á stroymingartænastuni Viaplay

(Mynd: Viaplay)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at bylgjurnar hava lagt seg eftir dramatiska endan á James Bond-filminum “No Time to Die”, stendur nú aftur ein spennandi føroysk premiera fyri framman.

Í summar vórðu upptøkurnar til føroysku sjónvarpsrøðina TROM gjørdar, og nú er tað ein veruleiki, at fyrsti parturin av teimum seks í røðini fær frumframførslu hin 13. februar.

Tað hendir á stroymingartænastuni Viaplay.

TROM er fyrsta ‘altjóða’ sendirøðin, ið er upptikin og gongur fyri seg í Føroyum. Tað er Torfinnur Jákupsson, ið hevur skrivað leikriti við íblástri úr krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen um tíðindamannin Hannis Martinsson.

[object Object]Ulrich Thomsen (Mynd: Viaplay)

Tað er kendi danski sjónelkarin Ulrich Thomsen, ið hevur høvuðsleiklutin, sum Hannes Martinsson. Aðrir størri leiklutir verða spældir av Maria Rich og Olaf Johannessen.

Í øðrum leiklutum síggjast Sissal Drew Hjaltalin, Mariann Hansen, Helena Heðinsdóttir, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen og Búi Dam.

Í sendirøðini uppliva vit Hannis Martinsson, sum fær óvæntað boð frá einum einum føroyskum aktivisti, djóraverndarstríðkvinnuni Sonja á Heyggi, ið sigur seg vera dóttir hansara, og at lív hansara er í vanda.

Hannis kemur til Føroya fyri at kanna hví Sonja knappliga er horvin, og kemur fram á líkið av henni undir einum grindadrápi í Sandagerði.

Leitanin eftir svari skapar trupulleikar við løgregluna, og tað eydnast Hannesi at avdúka eitt net av loynidómum og lygnum í hesum lítla samfelagnum. Men hvussu langt er hann sinnaður at fara fyri at avdúka sannleikan?

Leikstjórar eru Kasper Barfoed (‘Dicte’) og Davíd Óskar Ólafsson (‘The Valhalla Murders’). TROM er framleitt av Reinvent Studios saman við Kyk Pictures, True North og ZDF/ARTE. Sendirøðin hevur fingið stuðul frá Nordisk Film og TV Fond, Føroyska Filmsgrunninum og Creative Europe Media Programme of the European Union.  

[object Object]
Maria Rich (Mynd: Viaplay)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

35 Leygardagur 22. Jan 2022

Nú fekk Páll fortjenestmedaljuna frá drotningini

Medaljan var ikki komin fram, tá Páll Reinert deknur í Kalsbak, varð heiðraður undan jólum. Sí myndirnar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Páll Reinert, deknur í Kaldbak, annan sunnudag í advent varð heiðraður fyri 40 ára trúgva tænastu í kirkjuni, var tað eitt, ið manglaði.

Men nú er prikkurin yvir i-num komin at hanga á bringuni á dekninum, nevniliga fortjenstmedaljan frá Margretu drotning.

Hann fekk henda kongaliga heiðurin á eini hátíðarløtu í Kalsbaks kirkju í gjár, annan sunnudag eftir trettanda.

Av tí, at allar gudstænastur í fólkakirkjuni vóru avlýstar orsaka av koronustøðuni, varð deknurin heiðraður í einum serligum tiltaki, bar bara prestar, kirkjuráð og kirkjutænarar vóru til staðar í kirkjuni.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, helt talu fyri Pálli og handaði honum heiðursbræv og heiðursmerki, sum Theodor E. D. Olsen, prestur, festi á bringuna.

Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

36 Leygardagur 22. Jan 2022

Vetrarjazz 2022 byrjar sunnudagin

IKai og Christina Dahl Trio spæla fyrstu jazztónarnar í Norðurlandahúsinum í ár. Tríggjar aðrar konsertir eru á skránni í Norðurlandahúsinum á festivalinum, sum í verandi líki hevur 13 ár á baki

Christina Dahl hevur nógv jazzár á bakinum og er eitt kent navn í Danmark
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ársins jazzfestivalur verður skotin í gongd við einari dupultkonsert i Norðurlandahúsinum 23. januar, kl. 16. IKai og Christina Dahl Trio spæla fyrstu jazztónarnar í ár.

iKai er eitt nýtt navn á føroyska jazzpallinum. Bólkurin spælir jazz-popp, og í bólkinum eru Elin Maria Ólavsdóttir Hansen (bass), Eyðfinn Rajani Færø (trummur) og Benjamin Tausen á Lava (gittari og klaver). Eyð Lín Patursson á Rógvu syngur. Tað er fyrstu ferð, at iKai spælir í Norðurlandahúsinum.

Danin Christina Dahl hevur harafturímóti nógv jazzár á bakinum og er eitt kent navn í Danmark, har hon er ein av teimum mest virðismettu saksofonleikarunum í landinum, og so er hon eisini kapellmeistari og tónaskald. Hon hevur framført í alskyns høpi, og hennara heilt serstaka ljóð og kenslubornu tulkingar raka áhoyrararnar beint í hjarta. Í Norðurlandahúsinum spælir hon konsert saman við Simon Toldam á tangentum og Peter Bruun á trummum.  

Vetrarjazz hevur verið á hvørjum árið, síðan Havnar Jazzfelag stovnaði festivalin í 2009. Men jazzur altíð havt ein stóran leiklut í Norðurlandahúsinum. Húsið var t.d. karmur fyri Tórshavnar Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum í árunum 1984-2004.

Skráin fyri Vetrarjazz í Norðurlandahúsinum:

23. januar, kl. 16: 
Christina Dahl Trio + iKai

26. januar, kl. 19.30: Simon Toldam Trio

29. januar, kl. 15: BarnaSWAY

29. januar, kl. 19.30: Tórshavnar Big Band við Mads Mathias

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

37 Leygardagur 22. Jan 2022

Føroysk list framúr góða móttøku í Paris

Nógv fólk vitjaðu føroysku listasamsýningina, sum lat upp í Paris 13. januar. Við á framsýningini, sum er opin fram til 13. mars, eru listaverk eftir Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálvi av Reyni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv fólk vitjaðu føroysku listasamsýningina, sum lat upp í Paris 13. januar, og stórur áhugi var fyri listaverkunum. Framsýningin við heitinum “Un éclat de soleil” lat upp í framsýningarhølunum Le Bicolore á Avenue des Champs-Élysées hóskvøldið. Við á framsýningini eru listaverk eftir Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálvi av Reyni.

Áðrenn framsýningin lat upp fyri almenninginum, var tíðindafundur fyri franskar fjølmiðlar. Nógvir fjølmiðlar vóru møttir, og tey vóru sera áhugað í framløguni, sum Kinna Poulsen, kurator á framsýningini, helt fyri teimum. Kinna greiddi frá um føroyska listasøgu og at fleiri føroysk listafólk hava funnið íblástur í franskari málningalist.

Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskari myndlist og heitið “Un éclat de soleil”, sum merkir ein sólarglæma, er bygt á sálmin hjá Kingo “Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".

Tíðindafólkini frá fronsku miðlunum vóru ovfarin av, at eitt lítið land sum Føroyar hava so fjølbroytta og dygdargóða list.

Mentanarlívið í Paris er, eins og aðrastaðni, merkt av koronastøðuni, og tí var tað gleðiligt, at fólk hóast alt møttu fjølment, bæði til tíðindafundin og til ferniseringina.

Framsýningin er opin fram til 13. mars.

Listaframsýningin er partur av mentanarátakinum Føroyar í Paris í 2022, ið verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.

Umframt listaframsýningina fevnir átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022.

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

38 Leygardagur 22. Jan 2022

Turið Maria Jóhansdóttir nýggjur aðalskrivari hjá Amnesty International

Kent andlit í felagsskapinum tekur nú yvir sum skrivstovuleiðari í felagsskapinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Amnesty International Føroyar hevur sett Turið Mariu Jóhansdóttir í starv sum aðalskrivara. Turið Maria er 35 ára gomul og er útbúgvin innan samfelagsvísindi.

Turið Maria er kent andlit í Amnesty. Í 2015 var hon í starvsvenjing hjá Amnesty, og var hon við at byrja arbeiðið at kanna umstøður kring neyðtøkur í Føroyum. Eisini hevur hon eitt tíðarskeið verið verkætlanarsett, har hon tilrættislegði undirvísing í mannarættindum hjá felagsskapinum.

Turið Maria hevur drúgvar royndir i sjálvboðnum arbeiði í fleiri felagsskapum – eisini hjá Amnesty sum samskipari hjá sjálvbodnum og nevndarlimur. Turið Maria hevur drúgvar royndir í sam- og fyriskipan, bæði í dagliga arbeiðinum í Mentanarhølunum í Miðbýnum umframt í ymiskum felagsskapunum. Eisini hevur Turið Maria royndir úr øðrum felagsskapum sum aðalskrivari, stigtakari, sjálvboðin og nevndarlimur.

12 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar.

Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Amnesty at seta Turið Mariu i starv.

Turið Maria Jóhansdóttir tekur við starvinum 1. februar 2022. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

39
Leygardagur 22. Jan 2022

21 nýggir maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar

Próvhandan var á Vinnuháskúlanum í gjár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á samkomu í Vinnuháskúlanum fríggjadagin 21. januar fingu 31  lesandi prógv handað.

Maskinmeistarar: Andri Brynjólfur Lenvig, Elias Jóhannesarson Lervig, Gunnar Krisfinnson Christiansen, Jóhan Hermann Slættalíð, Martin Unason Nón, Súni Sigmarson Davidsen, Brian Olsen, Jákup Matras, Bjarni Skála, Teitur Tollaksson og Jón í Heimistovu

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Martin Unason Nón fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Andri Brynjólfur Lenvig fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Brian Olsen fekk ein kikara frá P/F Thor
Ídnisviriðslønina, eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Martin Unason Nón

[object Object]Maskinmeistarar januar 2022

Jákup Matras vantar á myndini.

Skiparar: Kári Mikkelsen, Høgni Ólavur Brandurson Joensen, Ari Remisson Nicolajsen, Eyðtór Sumberg Samuelsen, Jan Johannesen, Fríði Strøm og Knút Johannesen

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Jan Johannesen fekk ein kikara frá P/F Thor
Fríði Strøm fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency
Høgni Ólavur Brandurson Joensen fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship
Ídnisvirðislønina, eitt lummaur frá Antares, fekk Ari Remison Nicolajsen

[object Object]Skiparar januar 2022

Kári Mikkelsen, Høgni Ólavur Brandurson Joensen og Fríði Strøm vanta á myndini.

Skipsførarar: Alexander Olsen, Jákup á Reynatrøð, Jákup Eysturdal, Jónar Ólavur Holm, Regin á Rógvi, Sjúrður Joensen Steinberg, Torkil Mohr, Mathias Hammer, Mortan Bogason Petersen, Niclas Johan Hovsgarð, Pætur Mohr Leo, Viberg Henryson og Johan Snæbjørn Skoubo Bærendsen

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Mortan Bogason Petersen fekk eitt ur frá Smyril Line 
Viberg Henryson fekk eitt klokkusett frá Betri Samtakinum
Alexander Olsen fekk ein  lummaknív frá Ledernes Søfart
Ídnisviriðslønina, eitt  gullur frá A. P. Møller fekk Regin á Rógvi

Hægsta miðal próvtal hjá skipsførarum: Mortan Bogason Petersen
Sekstantur frá Skipara- & Navigatørfelagnum

[object Object]Skipsførarar januar 2022

Alexander Olsen vantar á myndini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

40
Leygardagur 22. Jan 2022

Átta nýggir skiparar

Próvhandan á Sjónámi í Klaksvík hósdagin

Aftara rað f.v.: Samson Rodmundur Samson, Viðareiði, Høgni Jørginsson Jacobsen, Klaksvík og Magnus á Skeljalagnum, Klaksvík. Fremra rað f.v.: Hans Berg Hansen, Klaksvík, Jákup Petersen, Viðareiði, Erling Mørkøre, Tórshavn, Jóan Magnus Johannessen, Klaksvík og Esmar Bogason Rasmussen, Klaksvík
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Átta menn fingu hósdagin prógv á Sjónámi sum skiparar.

Lestrartíðin til skipara er hálvta annað ár. At vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður og skipari á handilsskipum upp til 3000 BT.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

41
Leygardagur 22. Jan 2022

Sóknast eftir føroyingum at fiska plast millum Hawaii og San Francisco

Fyritøkan Fishfacts hevur fingið til uppgávu at finna 2-3 personar til Ocean Cleanup Project

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyska fyritøkan Fishfacts hevur fingið til uppgávu at finna tveir til tríggjar persónar til verkætlanina, Ocean Cleanup Project, ið hevur til endamáls at fiska plast í sonevnda “the Great Pacific Garbage Patch”, sum er økið millum Hawaii og San Francisco.

Talan er um rímiliga eksotiskar arbeiðsumstøður, har tú ert seks vikur heima og seks vikur úti, umframt 5-6 dagar transit hvønn vegin, sigur Hanus Samró frá Fishfacts.

- Sjálvt um tað verður siglt úr Victoria, British Colombia, Kanada, skal ein ikki stúra fyri kulda og frostsárum, men heldur minnast til at pakka kuffertið við sólkremi og brillum, soleiðis at tú kanst verja teg móti sólstingum, verður sagt.

Í fyrstu atløgu verður arbeiðið avmarkað til august 2022, men tað verður mest sannlíkt longt til desember 2022.

Royndir við fiskiskapi og trolarbeiði er ein fyritreyt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

42 Leygardagur 22. Jan 2022

Næsti granni Føroya leggur til brots við havvindmyllum

Stórur spenningur er í Skotlandi, nú loyvini verða latin í fyrstu vindorkuútbjóðingini til havs í næstum. Skotland, sum eins og Føroyar telist  millum best egnaðu havøki til vindorkuframleiðslu, ætlar at vera heimsins fremsta innan havvind

Hjá næsta granna Føroya, í Skotlandi, er spenningurin stórur, nú loyvi at seta upp flótandi vindmyllur til havs verða latin fyrsta dagin. Útbyggingin av vindorkuni skal seta Skotland á heimskortið sum fremsta landið innan havvindorku. Hon fer at skapa túsundtals nýggj arbeiðspláss og hava stóran týdning fyri búskapin annars.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skotland var eitt av londunum í Evropa, sum fyri fimmti árum síðani setti hol á oljuævintýrið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Skotski havnabýurin Aberdeen gjørdist skjótt eisini oljuhøvuðsstaðnum í Evropa.

Nú ætla skotar enn einaferð at ganga á odda, tá tað um orku ræður. Hesaferð bjóða teir heimsins stóru olju-, orku- og íløgufeløgum annars at vera við til at menna havvindorkuna út fyri skotsku strendurnar. Sambært hagtølum og kanningum telist júst Skotland eins og Føroyar millum tey øki í heiminum, ið eru frægast til at menna vindorku.Her er meiri vindur enn í flestu øðrum havøkjum kring heimin. 

[object Object]

Og longu ein av komandi døgunum fara skotskir myndugleikar at kunngera, hvørji feløg og fyritøkur  hava fingið tillutað fyrstu loyvini at seta upp flótandi vindmyllur til havs kring alt Skotland.

[object Object]Havøki við tí mesta vindinum liggja tætt upp at Føroyum. Mátingarnar eru fyri bretska økið og fevna tískil ikki um føroyska landgrunnin. 

Tilsamans 74 umsóknir komu inn til útbjóðingina frá feløgum og samtøkum og millum hesi eru fleiri av teimum stóru og kendu olju- og gassfeløgum og feløg, sum burturav arbeiða við varandi orku. Tey vóna at kunna gera stórar íløgur í rættindini til at byggja vindorkumylnulundir til havs kring Skotland.

Útbjóðingin av havøkjum til flótandi vindmyllur er tann fyrsta í 10 ár og fevnir um 15 loyvisøki eystan og vestan fyri Skotland eins og norðan fyri - her heilt norður til næsta granna Føroya, Hetland.

[object Object]

Útbjóðingin verður nevnd ScotWind og verður umsitin av Crown Estate Scotland (CES). Hon lat aftur í juli í fjør og verða loyvini latin í næstum. ScotWind verkætlanin er týðandi partur av grundarlagnum undir avgerðini hjá skotsku stjórnini at minka um útlátið til net-null í 2045.

Skotar ynskja bæði at halda fram við olju- og gassvirkseminum, sum hevur havt so stóran týdning fyri teirra búskap – og at troyta aðrar orkumøguleikar, sum eru heilt náttúrligir í teirra umhvørvi so sum vindorku. Alsamt fleiri feløg og fyritøkur raðfesta nú íløgur í flótandi vindorku, og millum hesar eru m.a. danska Ørsted og Shell.

[object Object]

Sum nakað nýtt fer útbyggingin av vindorku til havs eisini at skapa grundarlag fyri at menna aðra grøna orku eitt nú vetni, sum verður framleitt úr vatni og streymi við  orku frá m.a. vindmyllum. Miðjað verður eisini ímóti - til tess at liva upp til grøna orkuskiftið í verandi kolvetnisvinnuni - at brúka vindorkuna til at framleiða streym til raksturin av mongu olju- og gasspallunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland umframt teir, sum verða bygdir komandi árini, her m.a. eystan fyri føroyska markið. 

Tað snýr seg um mia. av krónum, sum feløg skulu gjalda fyri loyvi. Gongdin hevur eisini givið  skotsku veitaravinnuni,  sum sær nýggjar møguleikar í havsbrúnni, nýggjar vónir til framtíðina. Og longu nú verður tosað um at skipa fyri nýggjum útbjóðingum til vindmylnulundir til havs.

[object Object]

At Skotland nú av álvara hevur sett vindorkuna á breddan er eingin ivi um. Og nú havøkini kring Skotland eru millum tey bestu at fremja íløgur í vindorku, standa feløg í bíðirøð eftir at fáa lut í menningini. Lat okkum tríva í bara nøkur av hesum, sum longu hava drúgvar royndir innan orkuframleiðslu av ymsum slag:  ENI, Shell, BP, TotalEnergies, Equinor, Ørsted, Siemens Gamesa, Vattenfall, Fred. Olsen Renewables, SSE Renewables, Marubeni Corporation, Aker BP, Ocean Wind,  Copenhagen Infrastructure Partners, týska RWE, TechnipFMC, Magnora Floating Wind, Floating Energy Allyance, Deme Group, Aspiravi, Qair Northland Power, Quaybridge, Parkwind, Maple Power & Sumitomo, Quaybridge, Parkwind, Maple Power & Sumitomooo.

Tað er greitt, at ScotWind útbjóðingin fyllur nógv í miðlunum í Skotlandi, nú mongu feløgini, sum vilja brúka milliardir av pundum til at útbyggja flótandi vindorkuna til havs rundan um Skotland, koma úr nærum øllum ættum og harvið kunnu vera við til at seta Skotland á heimskortið, tá tað um havvindorku ræður.  Nógv av teimum hava longu drúgvar royndir við havvindorku í Bretlandi sum heild.

Talan er longu um stórar inntøkur til Skotland. Tey umleið 70 feløgini, sum hava søkt um loyvisøki at seta upp vindmyllur, hava longu goldið stórar upphæddir fyri at vera partur av útbjóðingini. Haraftrat kemur, at tær fyritøkur, sum loksins fáa játtandi svar uppá sínar umsóknir, koma at rinda milliardir av pundum fyri síni loyvi. Og ikki nóg mikið við tí. Veitaravinnan í Skotlandi fer at fáa úr at gera, tá allar vindmylnulundirnar verða settar upp. Mett verður at talan verður um túsundtals arbeiðspláss.  

Ein spennandi og avbjóðandi tíð fyri næsta granna okkara Skotland. Og uttan iva fylgja bæði føroyskir orkumyndugleikar og vinnan við í hesi áhugaverdu tilgond í grannalagnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

43 Leygardagur 22. Jan 2022

Stórur áhugi fyri at leita eftir olju í Noregi

Í vikuni lat norska oljudirektoratið 28 feløgum partar av 53 nýggjum leiti- og útvinningsloyvum á norska landgrunninum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tilsamans 31 feløg løgdu boð inn í TFO útbjóðingini í fjørheyst. Av teimum 53 loyvunum eru 28 í Norðsjónum, 20 í Norskahavinum 5 í Barentshavinum. 17 loyvi hava tilknýti til verandi loyvi. 

- Tað er gleðiligt, at feløgini framhaldandi trúgva uppá, at meira olja og gass eru at finna í búnum økjum við longu kendari jarðfrøði og nærhendis verandi undirstøðukervi. Tað hevur týdning at kunna staðfesta tilfeingi, soleiðis at eyka kapasitetur í verandi skipanum og rørleiðingum kann verða brúktur. Tá kunnu sjálvt smærri fund geva munandi virðisøking, sigur stjórin fyri loyvisumsiting hjá oljudirektorarinum, Kalmar Ildstad.

[object Object]

Hann vísir á, at tað er eisini at fegnast um, at tað bæði eru stór altjóða oljufeløg eins og smærri og meðalstór feløg, sum eru við í loyvisgevingini.

Eitt teirra er Equinor, sum enn einaferð gongur á odda, tá talan er um at troyta tilfeingið í norsku undirgrundini. Felagið hevur fingið tillutað 26 loyvi, 12 sum fyritstøðufelag og 14 sum partnari. 

- Leiting er neyðug fyri at tryggja framhaldandi virðisøking á norska landgrunninum. TFO útbjóðingin hevur tí alstóran týdning fyri okkum, og vit fegnast um tann leiklut, sum orkumyndugleikarnir hava latið okkum sigur Jez Averty, stjóri fyri undirgrund, gransking og framleiðslu hjá Equinor í Noregi. Hann sigur víðari, at Equinor hevur sum endamál at transformera norska landgrunnin frá einum olju- og gasslandsluti til ein orkulandslut við lítlum útláti.

- Her hava olja og gass ein avgerandi leiklut, bæði fyri at kunna veita samfelagskrittiska orku, men eisini gjøgnum dugnaskap, tøkni og fígging, sum umskiftið krevur. Vit halda, at norski landgrunnurin hevur stóran týdning, og at hann framhaldandi goymir týðandi virði, sum eiga at verða funnin og framleidd. Ein gott dømi er okkara seinasta fund, Toppand. Hóast tað liggur í longu búnum økjum við nógvum virksemi, so merkir tað, at møguleikar framvegis eru at gera fund í økjum, har vit leingi hava arbeitt. At hetta hevur eydnast kemst m.a. av nýggjari vitan og nútímans tøkni, sigur Averty.

[object Object]Equinor gongur á odda at leita eftir nýggjum oljugoymslum, sum liggja tætt við verandi olju- og gassleiðir á norska landgrunninum. Hetta ger sjálvt smærri fund meira lønandi, nú menningin av infrastrukturinum í 40 ár kemur nýggju útbyggingum til góða. Her stjóri hjá Equinor Jez Averty fyri undirgrund og nýggjari leiting.

Hann vísir á, at Equinor leggur dent á at gera íløgur í leiting serstakliga tætt við verandi infrastruktur. Umleið 80% av leitiíløgunum verða gjørdar nærhendis verandi infrastruktur, ella tað hann nevnir “feltnær leting”. Og tað eru fleiri orsøkirtil, at Equinor raðfestir leiting nær verandi oljuleiðum. Hesi øki eru longu búnað,  jarðfrøðin er kend og infrastruktururin væl útbygdur, og tí er váðin eisini minni. Oljufund nær verandi oljuleiðum kunnu bindast í verandi undirstøðukervið tvs. pallar og rørleiðingar nærhendis uttan stórar og kostnaðarmiklar nýggjar útbyggingar.

Harvið maksimera vit troytanina av tí undirstøðukervi vit hava gjørt íløgur í og útbygt gjøgnum 40 ár. Haraftrat eru slík fund merkt av høgum lønsemi, stuttari afturgjaldingartíð og lágum CO2 útláti, sigur Averty.

Equinor ætlar í 2022 at luttaka í 25 leitibrunnum, teir flestu rundan um verandi infrastruktur. Teir flestu verða boraðir í Norðsjónum, nakrir í Norskahavinum og nakrir fáir í Barentshavinum. 

Eisini nýggi norski orku- og oljuráðharrin, Marte Mjøs Persen er væl nøgd við seinastu útbjóðingina. -Víðari leitivirksemi og nýggj fund eru avgerandi, tá vit skulu halda fram við at menna norska olju- og gassídnaðin til landsins besta, sigur hon. 

Umboð fyri Greenpeace Norge finnast at nýggju leitiloyvunum og serliga teimum, sum eru latin í Barentshavinum.

Herfyri gjørdi minnilutastjórnin við AP og SP avtalu við SV flokkin í andstøðu um ikki at bjóða heilt nýggj øki út til leiting í 2022. Henda avtala umfataði tó ikki loyvi rundan um verandi olju- og gassleiðir. Hvussu støðan verður í 2023 er óvist.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

44 Leygardagur 22. Jan 2022

Danskur banki óttast marrukendan oljuprís

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina og sambært Jyske Bank er vandi fyri, at hann kann hækka nógv meira, skrivar danska blaðið Børsen. Bankin ber ótta fyri avleiðingunum av royndunum at avmarka íløgur í nýtt olju- og gassvirksemi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein høvuðsorsøkin til metingarnar hjá bankanum eru støðugt minkandi íløgurnar í nýtt olju- og gassvirksemi. Nakað sum ma. fleiri umhvørvisfelagsskapir hava verið forsprákarar fyri. Samtíðis verður Vesturheimurin meira og meira bundin at gassi og olju úr einaræðisstýrdum londum so sum Russlandi og londum í Miðeystri, sum í stóran mun ikki taka hædd fyri grøna orkuskiftinum.  

Greinari hjá bankanum brúkar vendingina "dyspotiskt høgan oljuprís", tvs. ein marrukendan ella marrulíkan oljuprís sambært orðabókini hjá Sprotanum.

Seinastu árini hava stovnar sum IEA (International Energy Agency) ávarað ímóti avmarkingum íløgum í nýggjari oljuframleiðslu, sum kunnu skapa stórar avbjóðingar fyri veitingarnar av olju og gassi uppá longri sikt. Jyske Bank heldur, at tað framhaldandi er tørvur á ovurstórum oljuíløgum, nú verandi íløgur eru alt ov lágar í mun til fyrr. Hetta kann sambært bankanum fáa ógvusligar avleiðingar skrivar Børsen.

[object Object]

- Vit síggja tað sum eina illusjón, at heimurin "bara" átti at givist heilt við at gera íløgur í oljuídnaðin, skrivar Jan Bylov, oljustrategur hjá Jyske Bank. -Ein illusjón sum undir ávísum fyritreytum, letur upp eitt risastór gap millum eftirspurning og framleiðslu, og við tí avleiðing - ein dystopiskan høgan oljuprís, sum er neyðugur fyri at sleppa av við nóg stóran eftirspurning, skrivar Bylov.

Jyske Bank ber ótta fyri, at grøna orkuskiftið kann gerast nógv dýrari og geva Opec-londunum og Russlandi enn størri vald. Bankin metir, at oljuprísurin í 2022 fer at liggja um 90 dollarar fyri tunnuna. 

Seinasta fríggjadag var oljuprísurin 86,32 dollarar, sum er tað mesta síðani oktober í fjør. Prísurin er tann hægsti í mong ár.

Fleiri orsøkir eru til vaksandi oljuprísin. Umframt lækkandi oljuíløgurnar eru amerikonsku goymslurnar sera lágar, stríð er í bæði Kasakstan og Ukraina, og í Libya gongur striltið at fáa økt framleiðsluna.

Ein methøgur gassprísur ávirkar eisini oljuprísin, sum fær hann at hækka. Hagtøl vísa nú, at  gassútflutningurin hjá Norra hevur  størri virðið enn olja. Gassið er næstan fýrfaldað frá 2020 til 2021. Fleiri orsøkir eru til methøga gassprísin. Eitt nú hevur Russland ikki viljað økt um framleiðsluna, og verður tað mett at stava frá politisku støðuni millum Russland og Vesturheimin.

[object Object]
Norski útflutningurin av gassi hevur yvirhálað útflutningin av olju.

Eisini hava avgerðir hjá fleiri evropeiskum londum at minka um kjarnorkuna og kolaorkuna eins og fara burtur frá olju, sett stór krøv til gassframleiðsluna í eitt nú Noregi, sum ongantíð áður hevur havt so stórar inntøkur frá gassframleiðsluni sum nú. Stóri eftirspurningurin eftir gassi hevur eisini fingið norðmenn í fleiri førum at lata oljuna liggja í undirgrundini og heldur raðfesta gassframleiðsluna hægri. 

Hóast Noreg forvinnur stórar upphæddir í løtuni av søluni av bæði olju og gassi, so hava norðmenn eisini sítt at dragast við. Streymprísurin er høgur sum ongantíð fyrr, og í morgun var prísurin á bensini omanfyri 20 norskar krónur fyri liturin. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

45 Leygardagur 22. Jan 2022

USA vil steðga útláti við at brúka kjarnorku

Alsamt fleiri amerikanskir statir halda, at vind- og sólorka fara ikki at vera nóg mikið til at skerja útlátið og mæla tí til at útbyggja kjarnorkuna samstundis sum varandi grøn orka verður ment

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Kjakið um at brúka kjarnorku í grøna orkuskiftinum fyllur støðugt meira og meira í almenna orðaskiftinum bæði í Evropa og í USA.

Nú ljóðar, at myndugleikar í fleiri amerikanskum statum ætla at leggja seg eftir at menna kjarnorkuna fyri harvið at tryggja sær, at tað verður møguligt at halda málini um  minka um CO2 útlátið. Men mótstøðan móti kjarnorku er framvegis stór í fleiri statum. 

Statir, sum nú aftur vilja raðfesta kjarnorkuna, halda, at hon kann vera eitt gott íkast aftrat til varandi orkukeldur so sum vind, sól og vatnorku. 

- Vit vilja hava alt hetta, sigur orkuráðharrin í USA, Jennifer Granholm, við AP. 

Hóast nógvir amerikanarar vilja fremja grøna orkuskiftið, so eru tað ikki øll, sum halda, at tað ber til at røkka málinum um null útlát við einans at gera íløgur í varandi orku. Eisini orkuráðharrin Granholm telist millum teirra, sum halda, at kjarnorkan kann og eigur at vera partur av  framtíðar orkumixinum. 

Ein spurnarkanning vísir, at tveir triðingar av amerikanarum halda, at kjarnorka kann vera við til at avloysa fossila orku. Eitt nú sigur leiðarin fyri orkumyndugleikarnar í Wyoming, Glen Murrell, at tað ber ikki til at nøkta allan orkutørvin við vindi og sólorku. Fara vit so víðari til ein stat sum New Hampshire, so halda myndugleikarnir har eisini, at tað verður ógjørligt at røkka veðurlagsmálinum uttan kjarnorku. Og bæði í Alaska og Maryland eru ætlanir um at byggja út við smærri og nýggjari kjarnorkuverkum. Viðhaldsfólk halda, at tað fer at bera til at skrúva upp og niður fyri framleiðsluni alt eftir um og nær onnur orka frá t.d. sól og vindi er tøk ella ikki. 

Hóast Biden stjórnin gongur inn fyri at taka kjarnorkuna við í framtíðar orku- og veðurlagspolitikkin, so eru tað kortini fleiri statir, har demokratar stýra, sum venda sær ímóti at gera kjarnorkuna til part av framtíðar grøna skiftinum. 

Støðan og ósemja í USA um kjarnorkuna minnir nógv um hana vit í løtuni eru vitni til í Evropa. ES londini eru sera ósamd um spurningin viðvíkjandi eini grønari framtíð, har kjarnorka er við. Meðan Frakland t.d. er stórbrúkari av kjarnorku og ætlar at byggja hana út, so er Týskaland í løtuni í ferð við at stongja síni kjarnorkuverk. 

Eftir eitt sera drúgvt og hvast orðaskifti í ES er nú ein meiriluti í ES nevndini fyri at eyðmerkja kjarnorku sum grøna orku, tó undir ávísum fyritretyum. Mótstøðan er kortini eisini stór. Eysturríki hevur hótt við at saksøkja ES, um uppskotið hjá ES nevndini verður samtykt. 

Taka vit so onnur lond í ES so sum Svøríki og Finland,  hava tey eisini ymsa tilgongd til kjarnorkuna. Finland hevur júst tikið eitt stórt kjarnorkuverk í brúk, sum hevur kostað sera nógv og tikið 16 ár at byggja.

Ein orsøk til at finnar vilja hava kjarnorku er tann, at landið vil ikki vera heft at russiskum gassi. Svøríki gjørdi nøkur ár herfyri av at stongja síni kjarnorkuverk innan ávíst áramál. Okkurt er stongt, men framhaldandi eru fleiri í brúki, og okkurt bendir á, at nógvir sviar í dag síggja helst, at hildið verður fram við kjarnorkuni. 

Tey, sum eru ímóti kjarnorku bæði í Evropa og USA, bera ótta fyri møguligum vanlukkum í sambandi við hetta slagið av orkuframleiðslu.  Eisini bera mong ótta fyri, at tað fer ikki at bera til at goyma burturkast frá kjarnorkuverkum nóg væl. Alt hetta er við at gera kjarnorkuna sera dýra. Eisini bera mong ótta fyri, at burturkastið kann koma í skeivar hendur og verða brúkt til at framleiða kjarnorkuvápn. 

Kjakið snýr seg eisini um, antin fyrimunir uppá stytri sikt kunnu beina burtur trupulleikar við kjarnorku uppá longri sikt ella ikki.  Tað heldur guvernørurin í Nevada, David Bobzien. Myndugleikarnir í statinum hava vent kjarnorkuni bakið, eftir at ætlanir um at gera eina nýggja goymslu til radioaktivt burturkast í Yucca fjøllunum eru steðgaðar. Í staðin verður miðjað móti nýggjum sløgum av orkugoymslum og jarðhitaverkum. 

Enn ein amerikanskur statur California hevur avgjørt at stongja sítt seinasta kjarnorkuverk , Diablo Canyon í 2025.  Fyri partar av umhvørvisrørsluni er hetta ein stórur sigur. Tað var mótstøðan móti hesum kjarorkuverkinum, sum í 1969 var orsøkin til stovnanina av umhvørvisfelagsskapinum Friends of the Earth, sum nú ganga á odda ímóti fossilum brennievnum.  

Í dag eru umhvørvisfólkini ikki á einum máli, antin kjarnorkan skal forbjóðast ella ikki. Hetta ikki minst tí at útlátið frá kjarnorkuverkum er so at siga einki. 

Fleiri granskarar halda eisini, at tað er neyðugt við kjarnorku fyri at sleppa av við útlátið skjótt nokk. Váðin við ikki at røkka veðurlagsmálunum er størri enn váðin við at brúka kjarnorku, sigur Jason Bordoff, ein av oddamonnunum fyri veðurlagsgransking á Columbia University. Í dag stendur kjarnorka fyri 20% av streymframleiðsluni í USA. Og óttin fyri ikki at megna at røkka null útlátsmálunum er so mikið stórur, at landið helst fer at verða útbygt við fleiri kjarnorkuverkum í framtíðini. 

Keldur: Ap, e24, Energy Voice

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

46 Leygardagur 22. Jan 2022

Enn ein stórbanki ávarar: Oljuprísur 100 dollarar

Nú hevur enn ein stórur banki, Morgan Stanley, lagt seg aftrat teimum, sum ávara um ein methøgan oljuprís seinni í 2022, nevniliga 100 dollarar fyri tunnuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bankin metir, at oljugoymslurnar fara at halda fram at minka enn meira móti endanum á árinum. Framleiðslan fer eisini at halda fram við at minka, og íløgur í nýggja oljuframleiðslu fara at minka við upp til 30 prosent fram móti 2030, samtíðis sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg.

Herfyri kom stóri fíggjarstovnurin Goldman Sachs til somu niðurstøðu og segði í síni greining av framtíðar oljuprísinum, at hann fór at røkka 100 dollarum í 3. ársfjórðingi í ár. Orsøkin: Ov lítil framleiðsla í mun til eftirspurningin.

Oljuprísurin er í løtuni uppá góðar 87 dollarar fyri tunnuna, sum er tann hægsti í meira enn sjey ár.

Kelda. Energy Voice og e24

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

47 Leygardagur 22. Jan 2022

Maðurin. ið avdúkaði Anne Frank, eyðmerktur

Eftir drúgt kanningararbeiðið eru granskarar komnir fram, til at tað var jødin, Arnold van den Bergh, ið slatraði fyri nasistunum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir drúgvar kanningar, heldur eitt lið av altjóða granskarum seg nú kunna avdúka ein av stóru spurningunum í heimssøguni.

Eftir øllum at døma var tað løgfrøðingurin, Arnold van den Bergh, sum í síni tíð avdúkaði fyri nasistunum í Amsterdam, hvar Anne Frank og fleiri aðrir jødar fjaldu seg fyri nasistunum undir øðrum heimsbardaga.

Van den Berg var sjálvur jødi, og hevur eftir øllum at døma avdúkað sínar trúðarfelagar fyri at bjarga sína egnu familju.

Hetta skriva fleiri altjóða miðlar – teirra millum BBC. Avdúkingin kemur eftir drúgvar kanningar av dátum, sum eru gjørdar við eitt nú at brúka eftirgjørdan intelligens.

Niðurlendski miðilin De Volkskrant skrivar, at Arnold van den Bergh doyði

Anne Frank doyði 15 ára gomul í eini nasistiskari týningarlegu í 1945 eftir at hava fjalt seg í tvey ár.

Dagbók hennara, ið varð givin út eftir kríggið, er ein tann víðgitnasta forteljingin um hvussu jødar livdu undir krígnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

48 Leygardagur 22. Jan 2022

Verður sitandi restina av lívinum

Drotningin, sum farna vikuskiftið kundi hátíðarhalda 50 ár á donsku trónuni, ætlar sær framvegis at vera verðandi, so leingi hon livir

Margreta drotning á tíðindafundi í Havn í sambandi við Føroyavitjanina seinasta summar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Margreta drotning kundi hátíðarhalda 50 ár á donsku trónuni seinasta fríggjadag, og har ætlar hon sær at verða verandi, so leingi hon livir. Tað sigur hon í samrøðu við danska miðilin B.T.

Hon sigur, at tað hevur verið ein fragd at hava hetta starv og møguleikan at tæna sítt land. Eisini sigur hon seg vera sannførda um, at Fríðrikur krúnprinsur fer at vera til reiðar at yvirtaka trónuna, tá tann tíðin kemur.

Nær tað verður, sigur hon seg tó ikki kunna gita. Í 2020 segði drotningin, at hon væntaði seg hava minni enn tíggju ár eftir, og í samrøðu við B.T. sigur hon seg ikki hava broytt hugsan hesum viðvíkjandi. Tó undirstrikar hon, at hon framvegis hevur tað gott.

Margreta drotning fyllir 82 ár í apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

49 Leygardagur 22. Jan 2022

Mótmæli móti rakettstøð eru slept

Ætlanir at fara undir rakettstøðina í Hetlandi nærkast veruleikanum

Roknað verður framvegis við, at fyrsti fylgisveinurin kann skjótast upp av oynni Unst í Hetlandi í ár (Tilgjørd mynd: shetnews.co.uk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein snávingarsteinur í ætlanini hjá hetlendingum at byggja eina rakettútskjótingarstøð á Lamba Less í Unst norðast í Hetlandi sær nú út til at verða fingin av vegnum. Málið er framvegis at kunna fara í gongd rakettstøðina í ár.

Tað er stovnurin HES, Historic Environment Scotland, sum hevur tikið sítt mótmæli móti ætlanini aftur.

Stovnurin, sum tekur sær av verja søguliga ríkidømið í landinum, bar ótta fyri, at ætlanirnar vóru at gera seg inn á søguligu leivdirnar frá radarastøðini, sum bretska flogvápni hevði har undir øðrum heimsbardaga.

Men nú er HEC komin fram til, at fyrimunirnir við teimum nýggju ætlanunum viga upp fyri teimum avmarkaðu skaðunum, rakettstøðin fer at gera við søguligu leivdirnar frá RAF radarstøðini, skrivar netmiðilin Shetnews.

Stigtakarin til rakettstøðina SaxaVord, Frank Strang, fegnast um avgerðina.

- Hetland hevur ein risastóran møguleika fyri at gerast staðið, sum gongur á odda við at senda út smáar fylgisveinar í Evropa. Tað vildi verið spell um vit hesin møguleikin glapp Skotlandi og Bretlandi av hondum, situr hann við miðilin.

Ætlanin er at byggja eina rakettútskjótingarstøð og infrakervi, ið er neyðugt á nesinum, har Skaw-radarstøðin einaferð lá. Roknað verður við, at hetta virksemi fer at skapa nógv gagnligt virksemi fyri oynna Unst, sum seinastu tíðina hevur verið rakt av fólkaminging og fráflyting.

Amerikanska flogverksmiðjan Lockheed Martin, er við í ætlanunum í Hetlandi, og hevur bundið seg til at lata bretsku verjuni eina sokallaða Pathfinder loysn í ár. Og felagið hevur eisini bundið seg at fremja neyðugu útsendingarnar í rúmdirnar frá rakettstøðini á oynni Unst norðast í Hetlandi.

Føroyingar hava eisini áhugamál í rakettætlanunum í Hetlandi. Føroya Tele hevur verið við í verkætlanini. Ætlanin er at Føroyar skal brúkast til at taka niður dátur frá rakettunum, tá tær verða skotnar upp yvir Føroyar.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

50 Leygardagur 22. Jan 2022

Biden og Harris stilla uppaftur í 2024

Tá forsetaval verður aftur í 2024, fer Joe Biden, forseti aftur at stilla upp við Kamala Harris sum varaforsetavalevni

Joe Biden og Kamala Harris (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá næsta forsetavalið í USA verður í 2024, ætlar Joe Biden aftur at stilla upp við Kamala Harris sum varaforsetavalevni. Tað segði Joe Biden á tíðindafundi í vikuni í sambandi við, at tað var eitt ár síðani, hann tók við sum forseti eftir Donald Trump.

Miðskeiðis í desember segði Kamala Harris sambært Ritzau, at hon og Biden ikki høvdu tosað um hetta enn. Gitingar hava eisini verið um, at Kamala Harris ikki fór at stilla uppaftur saman við Joe Biden, tí at hon heldur sjálv vildi stilla uppaftur sum forsetavalevni.

Kamala Harris er 57 ár, og Joe Biden er 79, og tí hava gitingar eisini verið um, at Biden ikki fór at stilla uppaftur, hóast ein forseti kann sita tvey valskeið. Men nú er also váttað, at Biden og Harris hava ætlanir um at stilla uppaftur saman í 2024.

Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforseti í søguni hjá USA, og í november gjørdist hon eisini fyrsta kvinnan at hava forsetavaldið í USA. Talan var tó bert um ein tíma og 25 minuttir, meðan Joe Biden var undir narkosu í sambandi við læknakanning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

51 Leygardagur 22. Jan 2022

Nú verða fleiri enn 360 milliónir kristin kring heimin forfylgd

Á fyrsta sinni er Norðurkorea ikki ovast á alheimslistanum, World Watch List, hjá Open Doors yvir lond, ið mest søkja at kristnum. Fyrsta pláss eigur nú Afganistan. Íalt eru nú fleiri enn 360 milliónir kristin kring heim rakt av álvarsligari forfylging ella mannamuni

Stórir yvirgangstrupulleikar eru í Nigeria, har stórir partar av landinum verða herjaðir av yvirgangsfelagsskapinum Boko Haram (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Innsent

Afganistan er ringasta land fyri kristin. Tað vísir 2022-útgávan av árliga “World Watch List” hjá Open Doors yvir lond, har forfylging av kristnum er ringast.

Farnu 20 árini hevur Norðurkorea toppað listan. Men aftan á at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan, eru kristin so hart kroyst, at landið er komið á ovastu rók á skemdarlistanum.

Samanlagt eru fleiri enn 360 milliónir kristin ábær fyri álvarsligari forfylging ella mannamuni. Tað eru 110 milliónir fleiri enn fyri bert fýra árum síðan.

Tey 10 londini ovast á listanum eru í ár tey somu sum í fjør – tó við plásskifti sínámillum. Eitt nú er Nigeria flutt tvey pláss upp á listanum til 7. pláss. Grundin er, at landið støðugt verður herjað av víðgongdum islamistum við Boko Haram á odda og av krígshugaðum fulanihirðum.

Islamistar tevja morgunluft
Talibanska valdstøkan í Afganistan hevur givið islamistum kring heim vind í seglini, ikki minst í Asia.

Í grannalandinum Pakistan er stuðulin til Taliban hækkaður munandi. Sama í Indonesia, har myndugleikarnir hava forðað fleiri yvirgangsálopum. Kortini er landið farið langt upp á ársins lista – frá nr. 47 í fjør til nr 28 í ár. Bumbuálopini pálmasunnudag í dómkirkjuni í Makassar og tvey drápulig álop á kristin í Sulawesi eru høvuðsorsøk til hetta.

Eisini í Afrika hevur viðgongdin í Afganistan fingið islamistar til at tevja rákan av morgni. Islamistar virka ofta í londum við korruptum og veikum stjórnum. Júst nú kenna islamistar á sær, at tað bert er ein spurningur um tíð, til útlendsk hermegi, sum stuðlar stríðnum móti teimum, rýmir. Eitt dømi er al-Shabaab, sum hevur barst móti stjórnini í Somalia og hennara sameindu, hermenn hjá Samgonguni av afrikanskum londum, farnu 10 árini. Her er kristna kirkjan undir jørð lítil og spjødd, sum í Afganistan.

Afrika sunnan fyri Sahara hevur í nøkur ár verið tað økið, sum hevur upplivað mestan harðskap móti kristnum – hetta er ikki broytt. Bæði Kongo og Nigeria teljast millum topp-10 londini í harðskapi móti kristnum.

Nigeria á blóðigum fyrsta plássi
Nigeria er við fleiri enn 4.600 dripnum kristnum farnu árini nú triðja árið á rað ovast á hesum serliga valdslista. Tó kunnu hvørki kristin ella aðrir minnilutar rokna við nigeriansku sambandsstjórnini, tá umræður vernd og verju.

Studenta- og vanligir skúlar, kirkjur, bygdir og samkomuleiðarar eru enn mál fyri menniskjaránum, drápum, skaðum og slátri av húsdýrum og øðrum livibreyði.

Onnur afrikansk lond millum ovastu 10 londini við mesta harðskapi móti kristnum eru Mosambik, Mali, Kamerun, Miðafrikalýðveldið og Suðursudan. Eisini eru tað islamistar, ið standa aftan fyri harðskapinum.

[object Object]

Mannamunur móti kristnum í flóttalegum
Hákommiserurin hjá ST fyri flóttafólk metir, at umleið 84 milliónir fólk vórðu tvingsilsflutt í 2021, antin innan egin lond ella – fyri 26 milliónir – tvørtur um landamørk. Mong teirra eru kristin, sum flýggja undan forfylging. Meirilutin verður verandi í egnum umráði, antin sum rikin frá húsi og heimi í egnum landi ella sum flóttafólk í grannalondum. Meðan tey flýggja, eru tey í vanda fyri penganoyðslu, mannasmuggling ella handtøku. Í flóttalegum uppliva tey mismun og fáa sýtt humanitera ella aðra praktiska hjálp. Hetta rakar serliga fyrrverandi muslimar.

Harumframt verður eisini hópur av kvinnum og børnum útsett fyri neyðtøku, kynsligum trældómi og øðrum yvirgangi, ikki bert undir rýming, men eisini í sjálvum legunum. Armóð og ótryggleiki økja teirra sárbæri. Nøkur verða noydd til skøkjulevnað fyri at yvirliva.

Tí skýggja mong kristin flóttafólk heilt legurnar, sum merkir, at tey verða ikki skrásett og fáa tí ikki matvøruhjálp og sálarfrøðiligan stuðul. Børn teirra fáa onga útbúgving.

Kina táttar tvinguna
So hvørt sum kinesiski búskapurin og altjóða ávirkanin økjast, harðnar ágangurin frá kommunistisku stjórnini í Beijing. Nýggj harraboð frá maj 2021 krevja eitt nú, at átrúnaðarleiðarar “elska móðurlandið og stuðla leiðsluni í kommunistiska flokkinum (CCP) og sosialistisku skipanini.”

Teir mugu “ikki seta tjóðartryggleikan í vanda, máa undan tjóðareindini” ella “fremja spjaðing í landinum.”

Eisini er avgjørda reaktiónin til koronusjúkuna væl skjalprógvað. Men tá tørvurin á átøkum minkaði, fingu fleiri skrásettar óheftar ‘kirkjur’ eins og ikki skrásettar samkomur bann fyri at lata uppaftur. Tað noyddi trúgvandi til at hittast í smærri heimabólkum ella á netinum. Open Doors metir, at tað snýr seg um milliónir av samkomum, tætt við 80 prosent av teimum kirkjum, sum fyrr hildu til í leiguhølum.

Kina gevur øðrum íblástur
Í Suður- og Miðamerika fylgja ein røð av kommunistiskum stjórnum kinesisku skipanini við “einum landi, einum fólki og einari trúgv.” Koronasóttin verður brúkt sum áhaldsi til at hava eftirlit við samkomum og at áleggja teimum nýggjar avmarkingar. Á Kuba vórðu katólskir og protestantiskir leiðarar handtiknir, píndir og dømdir alt ov høgar bøtur, tí at teir tóku lut í hópkravgongum og kravdu sosialan javnrætt. Eisini í Nikaragua og Venesuela spiltu myndugleikarnir katólskar biskupar út, sýttu skrásetingar av samkomum og stongdu kirkjur.

Kinesiska fyrimyndin hevur nýliga eisini fingið undirtøku í Sri Lanka, Myanmar og Malaisia. Tey fara tískil í part við øðrum londum í Asia, sum leingi hava skert frælsið hjá øðrvísi hugsandi. Kina tykist hava gingið undan í tess handfaring av COVID-sóttini, sum onnur harðræði halda vera eina gongda leið til talgilt hópeftirlit við fólki. Stórur eftirspurningur er nú í fleiri londum, eitt nú Vjetnam, eftir hesi tøkni til talgilt einaræði.

Tvinni góð tíðindi
Seinastu árini hava lukkutíð ikki bert borið ring tíðindi fyri atsøkt kristin. Eitt nú eggjaði pávavitjanin í Irak eina fjøld av kristnum til at umhugsa at venda heimaftur til landið fyri at taka lut í at byggja tað aftur.

Og so var tað ikki bert í Egyptalandi, at talið av álopum móti kirkjum fall. At enda vakti tað eisini stóra gleði, tá kolumbiska nunnan, Gloria Argott, varð leyslatin av teimum harðrendu islamistunum í Mali, sum høvdu hildið hana fanga í nærum fimm ár.

Tíðindaskriv frá felagsskapinum Open Doors, sum tænir forfylgdum kristnum kring heimin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

52 Leygardagur 22. Jan 2022

Talið av smittaðum í Suðurafrika minkar skjótt

Í landinum har omikron varð staðfest, er smittan í stórari minking nú

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað hevur gingið tann rætta vegin í eina tíð, men nú tykist tað at vera staðfest: Omikron-smittan gongur við ferð niðureftir í Suðurafrika.

Fyri tveimum mánaðum síðani varð nýggja smittandi frábrigdið staðfest í sunnasta landinum í Afrika, men nú tykist smittan at vera hasað av aftur í landinum, sum tá var miðdepulin hjá omikron frábrigdinum.

Serfrøðingar siga við amerikanska miðilin CBS, at talið av smittaðum í Suðurafrika nú gongur niðureftir við eins skjótari ferð, sum tað gekk uppeftir undan jólum.

Tøl frá New York Times vísa eina afturgongd í smittutilburðum á 48 prosent tær seinastu tvær vikurnar, skrivar tv2.dk.

Suðurafrika hevur verið hart rakt av korona. 94.000 fólk eru staðfest deyð. Í landinum búgva umleið 60 milliónir fólk.

- Omikron hevur verið orsøk til bert fimm prosent av deyðstilburðunum undir allari farsóttini, sigur Shamir Madhi, sum er professari í umfarssjúkum við CBS.

Hann vísir ikki aftur, at onnur frábrigdi kunnu koma, men tíðirnar við nógvum deyðstilburðum tykjast at vera av, sigur professarin.

Suðurafrikanskir granskarar staðfestu omikron-frábrigdið av tilvild, meðan tey granskaðu í HIV, sum landið eisini er hart rakt av. Granskararnir vóru ikki pírnir við at deila út av síni vitan, men afturfyri valdi restin av heiminum at steingja fyri øllum flogsambandi til Suðurafrika – nakað, sum fleiri borgarar í landinum hildu vera órættvíst.

Nú bendir á, at góð tíðindi úr Suðurafrika kunnu skapa vón í restini av heiminum, skrivar tv2.dk.

Men tað er tó ikki grund at vera alt ov bjartskygdur. Anthony Fauchi, ovasti ráðgevin hjá amerikanska forsetanum, mælir til varni við bjartskygninum.

Herfyri segði Fauchi, at tað framvegis er ein opin spurningur, um omikron fer at vísa seg at vera endin á farsóttini.

- Eg vóni tað. Men tað hendir bert, um tað ikki koma nýggj frábrigdi, sum skáka sær undan okkara immunverju, segði hann.

Nú lívið er vent aftur í Suðurafrika, er aftur komin gongd í handilin, matstovurnar eru latnar uppaftur og ferðslan koyrir eins og fyrr.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

53 Leygardagur 22. Jan 2022

Barnalækni: Tilmælið um at koppseta børn skal endurskoðast

At fólk ikki síggja út til at gerast álvarsliga sjúk við omikron, og virusið lættari sleppur ígjøgnum koppsetingina, setur spurnartekin við, um tað loysir seg at koppseta børnini, sigur formaðurin í Dansk Pædiatri Selskab

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danskir barnalæknar heita nú á danska heilsustýrið um at endurskoða tilmælið um at koppseta børn millum fimm og 11 ár.

Klaus Birkelund Johansen, formaður í felagnum fyri danskar barnalæknar, Dansk Pædiatri Selskab, vísir á, at í Noregi er tað ikki eitt tilmæli men bert eitt tilboð til tey, sum ynskja tað.

– Tá mann í Noregi ikki vil mæla til koppsetingina, men bert lata tað vera ein møguleika, er tann metingin bygd á omikron. Og danska metingin er bygd á delta-fráfrigdið, sum gjørdi nógv um seg, tá tilmælið kom út, sigur hann við DR.

Nú omikron ikki sær út til at gera fólk álvarsliga sjúk, og virusið lættari sleppur ígjøgnum koppsetingina, setur tað spurnartekin við sjálva orsøkina til at koppseta børn í hesum aldursbólkinum, sum heldur ikki síggja út til at gerast álvarsliga sjúk, heldur hann.

Høvuðsorsøkin til, at mann mælti til at koppseta tey fimm til 11 ára gomlu var jú, at mann ynskti at fáa immunitet í samfelagnum, men vit hava jú sæð, at mann saktans kann verða smittaður við omikron, hóast mann er liðugt koppsettur, og tí eigur tilmælið at verða endurskoðað, sigur hann.

– Tað er umráðandi, at har kemur ein greið fráboðan um, at mann hevur hugt at tí og fer at broyta tilmælið, ella heldur fast í tí, tí mann framvegis væntar eina avmarking í smittutalinum.

Klaus Birkelund Johansen leggur afturat, at hetta er umráðandi fyri at varðveita álitið hjá fólkinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

54 Leygardagur 22. Jan 2022

Amnesty: Tey ókoppsettu í Italia eru fyri mismuni

Tað er ikki rætt at nokta borgarum at brúka almennu samferðsluna og fara til arbeiðis, um teir ikki eru koppsettir fyri koronu, heldur altjóða mannarættindafelagsskapurin

Fólk í Rom mótmæla nýggja koronupassið í Italia, sum m.a. skal vísast á matstovum, gistingarhúsum, og bussum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fram til 15. juni skulu italienarar yvir 50 ár verða kopptsettir fyri koronu fyri at kunna brúka almenna samferðsluna og aðrar tænastur.

Endamálið við hesum er at minka um trýstið á heilsuverkið.

Hetta er at gera mun á fólki, sigur altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International, sum heitir á italsku myndugleikarnar um at finna aðrar loysnir at basa smittuni.

Eitt nú kundi munnbind og ein negativ koronukanning verið nóg mikið at loyva teimum eldru at fara til arbeiðis og ferðast við almennu samferðsluni, sigur Amnesty.

– Stjórnin eigur at tryggja, at alt fólkið framvegis kann gagnnýta teirra grundleggjandi rættindi til eitt nú útbúgving, arbeiði og læknahjálp, serliga við atlit til fólk, sum hava tørv á bráðfeingishjálp, sum ikki hevur nakað við koronu at gera, sigur italska deildin hjá Amnesty m.a. sambært Reuters.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2022

55 Leygardagur 22. Jan 2022

Happadráttur skal fáa fleiri at lata seg koppseta

Øll, sum lata seg koppseta fyri koronu í Eysturríki fáa nú ein lutaseðil fyri hvørt prik við møguleika fyri at vinna gávukort

Karl Nehammer, kanslari í Eysturríki (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Eysturríki hava tey, fyri at fáa fleiri at lata seg koppseta fyri koronu, gjørt ein happadrátt, har fólk hava møguleika at vinna eitt gávukort, um tey lata seg koppseta.

Tað riggar á tann hátt, at mann fær ein lutaseðil fyri hvørt prik – sostatt fer hvør persónur at kunna fáa upp til tríggjar. Í miðal verður ein vinningur á tíggjunda hvørjum lutaseðli, og vinningurin er eitt gávukort á 500 evrur (góðar 3.700 krónur, red.), sum kann brúkast á m.a. gistingarhúsum og matstovum.

Hetta er besti mátin at geva teimum koppsettu eina gularót, sigur Karl Nehammer, kanslari í Eysturríki.

Kommunur fara eisini at fáa fíggjarligar fyrimunir, um talið á koppsettum í økinum koma upp á 80, 85 og 90 prosent.

Sambært Ritzau er støðan í løtuni tann, at 72 prosent av fólkinum í Eysturríki hava fingið tvey prik fyri koronu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2022

56 Leygardagur 22. Jan 2022

Grikkaland: Nú fáa eldri fólk bót um tey ikki eru koppsett

Ert tú yvir 60 ár og ikki koppsettur, skalt tú framyvir gjalda 750 krónur um mánaðin – peningurin fer til at fíggja sjúkrahús í Grikkalandi

Líknandi krav verður ikki sett í verk fyri aðrar aldursbólkar, sigur grikski forsætisráðharrin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Grikkar, ið eru 60 ár ella eldri, fáa nú eina bót á 100 evrur (umleið 750 krónur) um mánaðinum, um teir ikki eru koppsettir fyri koronu.

Nýggja lógin, sum varð samtykt í november, kom í gildi mánadagin, og hevur hon til endamáls at fáa fleiri eldri grikkar at lata seg koppseta.

Tiltakið verður higartil mett sum væleydnað. Síðan nýggja lógin varð kunngjørt í november, høvdu umleið 217.000 borgarar, ið eru 60 ár ella eldri, latið seg koppseta. Sostatt eru nú 90 prosent av grikkum í hesum aldursbólkinum koppsett móti koronu.

Bøturnar, sum tey eldru skulu rinda, skulu fíggja sjúkrahús í Grikkalandi, skrivar Ritzau.

Ynskir tú at sleppa undan at rinda eina bót um mánaðin, er loysnin einføld, sigur grikski forsætisráðharrin Kyriakos Mitsotakis.

– Tú kann verða koppsettur, og so sleppur tú undan at fáa bót.

Forsætisráðharrin hevur víst aftur, at hann fer at seta í verk líknandi krav fyri aðrar aldursbólkar. Orsøkin er, at tað í høvuðsheitum eru tey eldru, sum gerast álvarsliga sjúk við koronu og enda á sjúkrahúsinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

57 Leygardagur 22. Jan 2022

Covax latið ein milliard skamtar

Enn er stórur ójavni í býtinum av koppingarevni, sigur Heimsheilsustovnurin

Koppingarevni frá AstraZeneca (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein milliard koppsetingarskamtar eru nú latnir gjøgnum altjóða Covax-samstarvið, sum hevur til endamáls at tryggja koronukoppingarevni til lond við lág- og miðalinntøkum.

Koppingarevni er latið til 144 lond, sigur felagsskapurin Gavi, sum saman við m.a. Heimsheilsustovninum, WHO hevur ábyrgdina av Covax.

Tá samstarvið varð stovnað í 2020 var endamálið at, Covax skuldi lata tvær milliardir skamtar áðrenn 2022, men hetta eydnaðist ikki.

Orsøkin er m.a., at tey ríku londini hava keypt ein stóran part av koppingarevninum, og upplýsingar frá Heimsheilsustovninum vísa, sambært Reuters, at har framvegis er stórur ójavni í býtinum av koppingarevni.

67 prosent av fólkinum í teimum ríku londunum eru liðugt koppsett, meðan tað sama bert kann sigast um fimm prosent av fólkinum í teimum fátæku londunum. Yvir 40 prosent av fólkinum í heiminum hevur enn ikki fingið fyrstu koppsetingina fyri koronu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2022

58 Leygardagur 22. Jan 2022

Malta fær forkvinnuna í ES-tinginum

Roberta Metsola verður yngsti og fyrsta kvinnan í formanssessinum

Roberta Metsola (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður 43 ára gamla konservativa Roberta Metsola av Malta, sum komandi hálvttriðja árið skal standa á odda fyri ES-tinginum.

Tað samtykti ein stórur meiriluti av evropeisku parlamentarikarunum fyrrapartin. 458 av teimum 616, sum vóru til staðar, atkvøddu fyri at velja maltesisku kvinnuna til fyrstu kvinnuna, sum setir seg í formanssessin.

Roberta Metsoal verður eisini tann yngsta nakrantíð, sum stendur á odda fyri ES-tinginum.

Nýggjur formaður mátti veljast eftir, at italski formaðurin, David Sassoli, knappliga doyði 11. januar, 65 ára gamal.

Roberta Metsola er partur av kristinkonservativa EPP-bólkinum í ES-tinginum. Hon varð fyrstu ferð vald í 2013, og aðalmál hennara hava verið at berjast fyri rættindunum hjá LGBT+ persónum, grøna skiftið og størri gjøgnumskygni í tingarbeiðinum, skrivar DR.

Hinvegin er hon ímóti fosturtøku, nakað, ið vinstravongurin í tinginum harmast um.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

59 Leygardagur 22. Jan 2022

Gosspreinging á havbotninum í Tonga í Kyrrahavinum

Enn er ógreitt hvussu stóran skaða ógvusliga spreingingin leygardagin hevur elvt til

Spreingingin á havsins botni sást uttan úr rúmdini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

New Zealand og Avstralia sendu fyrst í vikuni hernaðarflogfør til oyggjalandið Tonga í Kyrrahavinum eftir eitt ógvusligt eldgos á havbotninum leygardagin.

Mánadagin, tríggjar dagar eftir spreingingina, var enn ikki komið lag í telefon og netsamband, og tað var framvegis ógreitt hvussu stórir skaðar ógvusliga gosið í Hunga-Tonga-Hunga-Ha'apai eldgosinum hevur ført við sær.

Flogfør frá New Zealandi og Avstralia skuldu tí kanna skaðarnar á teimum nógvu oyggjunum í Tonga, sum tey ikki høvdu hoyrt frá.

Tað eru umleið 170 oyggjar í Tonga, harav fólk býr á teimum 36. Tilsamans búgva um 106.000 fólk í Tonga.

Gosspreingingin hendi bert 65 kilometrar frá høguðsoynni, Tongatapu, og hóast eitt nú New Zealand liggur 2.300 kilometrar burturi, so merktust rystingarnar har. Send var eisini út ein flóðalduávaring til nærmastu lond kring Kyrrahavið, teirra millum Fiji, Vanuatu, Kili, Samoa, Avstralia, New Zealand, Japan, Hawaii og Alaska. Ávaringin var blást av aftur sunnudagin.

Fleiri lond upplivdu høgar aldur frá spreingingini. Í Peru í Suðuramerika doyðu tvey fólk har norðuri í landinum av aldubrotum, skrivar dpa 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

60 Leygardagur 22. Jan 2022

Høvuðsstaðurin í Indonesia skal flytast

Tryggari at flyta høvuðsstaðin til oynna Borneo

Jakarta (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Asiatiska landið Indonesia skal hava nýggjan høvuðsstað. Tað var í 2019, at landsins forseti legði ætlanirnar fram, og nú verður henda ætlan sett í verk.

Tjóðartingið í Indonesia hevur júst samtykt eitt lógaruppskot um, at landsins høvuðsstaður, Jakarta, skal flytast til Kalimantan, sum er indonesiski parturin av oynni Borneo. Jakarta liggur á oynni Java.

Sambært Joko Widodo, forseta, eru strategiskar orsøkir til flytingina, tí Jakarta verður alsamt meira hóttur av náttúruvanlukkum, so sum vatnflóðum og jarðskjálvtum, og hartil er býurin plágaður av ferðsluruðulleika og dálking.

Borneo, har høvuðsstaðurin í framtíðini skal liggja, er ikki so plágað av náttúruvanlukkum, verður sagt.

Tá ætlanir um flytingina komu fram, vóru tað náttúrufelagsskapir, sum mutaðu ímóti. Óttast verður fyri órørdu frumskógarnáttúruni á Borneo, har tað millum annað finnast trantapur og orangutang. Óttast varð fyri, at somu trupulleikar, sum Jakarta upplivir nú, fóru at koma á Borneo, og at hetta fer at ganga út yvir náttúruna og djórameingið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

61 Leygardagur 22. Jan 2022

Kina: Metlágt burðartal í 2021

Bert 7,52 børn vórðu fødd fyri hvørjar 1.000 íbúgvar, ið er tað lægsta talið síðan 1949

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fjør hevði Kina eitt metlágt burðartal, og fólkavøksturin – fólkafráflyting ikki tald við – var bert 0,034 prosent, ið er tað lægsta síðan 1960.

Sambært Reuters vórðu 7,52 børn fødd pr 1.000 íbúgvar í 2021, ið er tað lægsta talið síðan 1949, tá skrásetingin byrjaði. Í 2020 vórðu 8,52 børn fødd pr 1.000 íbúgvar.

Samlað vórðu 10,62 milliónir børn fødd í Kina í 2021, ið er nakað minni enn tær 12 milliónirnar í 2020.

Í 2016 strikaði Kina eittbarnspolitikkin, sum hevði verið galdandi í fleiri áratíggju fyri at loyva pørum at fáa sær tvey børn, og í fjør varð talið broytt til trý børn. Hetta, fyri at eggja fleiri til at fáa sær børn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

62 Leygardagur 22. Jan 2022

Hoyvíkingar í evropeiskari fjórðingsfinalu

H71-kvinnurnar spældi sannførandi hondbólt og tryggjaðu sær víðari luttøku

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

So at siga allan dystin høvdu hoyvíkskvinnurnar tamarhald á dystinum móti Naisa Nis úr Serbia leygardagin. Tað var bert onkur løta í fyrra hálvleiki, at serbisku gestirnar úr sluppu at leggja seg framum eina løtu.

Annars hildu hoyvíkvksinnurnar støðuna. Hildu seg frammanfyri við einum og tveimum málum tað mesta av tíðini.

Gott verjuspæl og gott málmansspæl og skilagóður taktikkur tryggjaðu H71-kvinnunum evropeiska fjórðingsfinalu fyri fyrstu ferð í føroysku hondbóltssøguni.

Úrslitið av dystinum gjørdist ein føroyskur sigur á 30-26.

Tað tyktist, sum bæði liðini høvdu fingið betri skil á verjuspælið til seinna dystin. Støðan í hálvleikinum í áttandapartsfinaluni, var 16-13 til H71.

Talan var um rættin at sleppa í fjórðingsfinaluna í EHF European Cup. H71 kundi klára víðari luttøku við javnleiki ella tapa við einum máli eftirsum onki bendi á eins nógv mál og í fyrra dystinum, og hoyvíkskvinnur tí høvdu fyrimun av útivallamálum.

H71 byrjaði dystin best, og helt seg frammanfyri eina góða løtu. Ikki fyrr enn einir 10 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað serbunum at heinta hoyvísleiðsluna innaftur í fyrstu syftu.

Yvirhøvur tyktist spælið hjá H71 betri skipað, meðan serbisku kvinnurnar gjørdu fleiri fleiri mistøk í álopsspæli. Verjuspælið var munandi betri, og harvið eisini málmansspælið.

Málskorarar:

Jana Mittún 8
Rannvá Olsen 6
Maria H. Weyhe 3
Brynhild Pálsdóttir 3
Lív B. Zachariassen 3
Vár B. Zachariassen 2
Lukka Arge 2
Inga M. Joensen 1
Guðrið á Borg 1
Sára Jacobsen 1

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

63 Leygardagur 22. Jan 2022

H71 kvinnurnar skulu til Lviv

Lutakast til fjórðingsfinalurnar í European Cup var týsdagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

H71 kvinnurnar fingu eitt sindur óheppið lutakast, tá evropeiska hondbóltssamgongan fyrrapartin týsdagin trekti lut um hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í European Cup-kappingini skulu spæla.

H71 skal møta Galychanka frá ukreinska býnum Lviv, og ukreinska liðið fær heimadyst í fyrsta dystinum.

Fyrsti dysturin verður spældur 12. ella 13. februar og annar dysturin eina viku seinni.

Lviv er ein býur við gott 700.000 íbúgvum har vesturi í landinum, nærhendis markinum til Polland og Slovakia.

Skuldi tað hent, at H71 spælir seg víðari, so sleppa hoyvíksgenturnar – endiliga – ein túr til heitari lond, tí í eini møguligari hálvfinalu skulu tær møta vinnaranum av dystunum millum tvey sponsk lið, Elshe og Gran Canaria.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

64 Leygardagur 22. Jan 2022

Føroyar víðari í HM-undankappingini - hondbóltssøga skrivað

Endaðu stóra hondbóltsvikuskifti á Hálsi við stórsigri á Lettlandi, ið var til EM-endaspælið fyri tveimum árum síðani. Harvið vunnu føroysku menninir bólkin og skulu í mars spæla tveir play-off dystir

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað byrjaði nærum marrukent við fimm-máls tapi móti Luksemborg fríggjakvøldið. Men dramatiski sigurin á Italia leygarkvøldið gav veruliga føroyingum vón, og í síðsta dystinum í hesum HM-undankappingarbólkinum var samanlagt ongantíð nakar ivi: Føroyar bygdu av álvara uppá sína leiðslu seinna partin av fyrra hálvleiki og koyrdi í seinna hálvleiki sigurin heim.

Tað var ikki tað flottasta hondbóltsspælið eftir steðgin, og Føroyar høvdu millum annað ein málturk á beint yvir tíggju minuttir. Verjuspælið var tó framhaldandi gott, og tað varð ongantíð nakar ivi. Lettar vistu - eftir úrslitið í fyrra dystinum í dag - at teir skuldu vinna ein risasigur, og tað at hetta var órealistiskt merktist sum dysturin leið.

Sigurin merkir, at at Føroyar vunnu bólkin - Italia endaði á 2. plássi - og í mars skulu spæla tveir playoff-dystir - úti og heima.

Talan er um føroyska hondbóltssøgu - ongantíð áður hevur eitt føroyskt manslandslið á A-stigi spælt seg víðari í einari undankapping.

Undankapping til HM 2023 - stig 1
Sunnudagur 16. januar
Føroyar - Lettland 26-19 (17-10)

Málskjúttar (mál/skot):
Tróndur Mikkelsen 5/5
Kjartan Johansen 4/4
Filip Jojic 3/6 (2)
Jónas Gunnarson Djurhuus 3/9
Vilhelm Poulsen 3/4 (1)
Leivur Mortensen 2/3
Helgi Hildarson Hoydal 2/3
Peter Krogh 1/2
Hákun West av Teigum 1/2
Pauli Mittún 1/2
Pætur Mikkjalson 1/1

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2022

65 Leygardagur 22. Jan 2022

Føroyar sigraðu á Italia eftir stórt hondbóltsdrama á Hálsi

Teis Horn Rasmussen skoraði til 27-26, tá 23 sekund vóru eftir, og so megnaðu verjan og Pauli Jacobsen at verja fyri í síðsta álopinum

Teis Horn Rasmussen gjørdist avgerandi fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar vóru á odda meginpartin av seinna hálvleiki, serliga orsakað av frálíkum málmansspæli frá Paula Jacobsen fyrsta partin av hálvleikinum, og av skjótum og djarvum álopsspæli frá - í stóran mun - heilt ungum leikarum. 

Italia fekk tó hálað inn, legði seg á odda, men føroyingar reistu seg enn einaferð eftir eitt timeout, og seinastu løtuna vóru okkara menn kaldari

Tøl niðanfyri  - samrøður og annað niðanfyri

HM-undankapping, 2. umfar 
Leygardagur 15. januar, Høllin á Hálsi 

Føroyar - Italia 27-26 (11-13)

Málskjúttar (mál/skot):
Tróndur Mikkelsen 7/11
Hákun West av Teigum 6/7
Vilhelm Poulsen 3/5
Rói Berg Hansen 3/5
Teis Horn Rasmussen 2/2
Peter Krogh 2/3
Pauli Mittún 2/4
Filip Jojic 1/1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1/1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 15/40

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2022

66 Leygardagur 22. Jan 2022

Play-off: Níggju møguleikar í lutakastinum

Talan er um níggju av teimum tólv londunum, sum í vikuni eru sligin út av EM-endaspælinum. Føroyar skulu spæla næsta stig í HM-undankappingini miðskeiðis í mars

Føroyska manslandsliðið fær í hussu er ein heimadyst afturat í ár - hann verður miðskeðis í mars (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um vikuskiftið var nógvur hondbóltur í Høllini á Hálsi, og talan varð um eitt stórt og væleydnað vikuskifti fyri føroyskan hondbólt.

Í februar vita vit, um H71-kvinnurnar megna at taka enn eitt fet á teirra evropeiska ævintýrið.

Á pappírinum er tað úti og heima, men H71 fer at kanna, um tað ikki aftur fer at bera til at fáa báðar dystirnar til Føroya og fáa teir avgreiddar eitt vikuskiftið. Alt bendir tó á, at ukreinska felagið ikki er sinnað at ganga hesum ynski á møti.

Lutakastið til næsta stig í HM-undankappingini hjá monnunum verður 29. januar. Føroyar kunnu meta einum av hesum níggju londum:

Bosnia
Eysturríki
Hvítarussland
Litava
Norðurmakedonia
Portugal
Slovakia
Slovenia
Ukraina

Talan er um níggju styrkismett lið, ið ikki komu víðari úr bólkaspælinum í EM-endaspælinum, sum er í Slovakia og Ungarn í hesum døgum.

Júst Ungarn var eitt hinum trimum liðunum, ið heldur ikki spældi seg víðari, men málúrttøkan hjá Ungarn og Serbia, sum endaði nummar trý í einum øðrum bólki, var betri enn hjá hinum liðunum, sum fingu tvey stig í bólkaspælinum. Kekkia, ið Føroyar vunnu á í Høllini á Hálsi í apríl, fekk sum tann einasti trý'arin trý stig og kemur harvið ikki inn í HM-undankappingina fyrrenn í apríl.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen og hinir stríddu seg framvið tveimum mótstøðuliðum í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

Um føroyingar skulu vera við har, har seks onnur lið ið eisini enda hægri til EM-endaspælið, koma inn, skal ein sigur yvir tveir dystir til. Londini omanfyri eru øll á pappírini sterkari, og tað er helst eingin ivi um, at uppgávan verður ógvuliga torfør, men eisini at liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen helst kann bjóða hesum londunum av, um nógv spælir saman á einstøkum døgum.

Í HM-undankappingini í 2020 taptu Føroyar stórt fyri Litava men taptu bert við einum máli fyri Slovakia. Ukreina hava Føroyar tvær ferðir tapt við einum máli á, á heimavølli. 

Teir báðir Play-off dystirnir, ið Føroyar í vikuskiftinum vunnu sær rættin at luttaka í, skulu avgreiðast millum 13. og 20. mars - ein dystur verður á heimavølli og ein á útivølli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2022

67 Leygardagur 22. Jan 2022

Meira ferð skal setast á Føroya Arena

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur at nú má ferð setast á at byggja altjóða høll til hondbóltin

Ein dupulthøll er karmur um altjóða dystir hjá føroyskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Góðu úrslitini hjá føroyskum hondbólti hjá monnum um vikuskiftið hevur uttan iva sett nógvar tankar í gongd hjá fleiri. Hví eru ikki betri hallarumstøður enn tær trongu umstøðurnar, sum eru í Høllini á Hálsi.

Ein teirra er borgarstjórin í Havn.

Á Facebook ynskir hann Føroyum tillukku við sigrinum, og sigur, at nú má ferð setast á at byggja nýggja altjóða høll.

- Nú skal enn meira kraft setast á bygging av Føroya Arena Høllini. Hetta eru vit garantar fyri. Fyrst kom Tórsvøllur so nú kemur Føroya Arena høllin, skrivar Heðin Mortensen.

Føroya Arena fer at kosta knappar 217 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna hevur bundið seg til at rinda helvtina ella í mesta lagi 108,9 milliónir krónur. Eisini hevur danska fólkatingið sett 30 milliónir krónur av til verkætlanina at byggja altjóða høll í Føroyum.

Føroya Arena er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 4.600 fermetrar. Bygningurin verður í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8.350 fermetrar.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

68 Leygardagur 22. Jan 2022

Viljormur fer aftaná Brandi

Brandur Hendriksson fær nýggjan liðfelaga í Helsingborg

Viljormur Davidsen (Mynd: Helsinborgs IF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen, sum síðani 2013 hevur leikt við Vejle Boldklub, fer nú úr donskum fótbólti og verður liðfelagi hjá Brandi Hendrikssyni í Svøríki.

Hann verður frameftir at síggja í reyðum búna, men tað verður við Helsingborgs IF.

30 ára gamli Viljormur Davidsen er høgt í metum í Vejle, og tók farna kappingarár metiið sum útlendingurin, ið hevur spælt flestar dystir fyri felagið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

- Tað hevur verið ein heiður at spæla her, og eg havi verið stoltur hvørja ferð, eg havi umboðað liðið. Bæði góðar og ringar løtur hava verið, men seinastu árini hevur felagið funnið fótafestið, og tað fegnist eg um, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Vejle Boldklub.

- Felagið fer altíð at hava nógv at týða fyri familju mína og meg. Felagið og býurin er blivið okkara heim. Tað er her, okkara børn eru fødd, og tað er her, at. vit eru blivin “vejlensarar”, sigur hann víðari.

Á heimasíðuni hjá Vejle Boldklub fær Viljormur Davidsen eisini nógv rósandi orð.

Talan er um ein tvey ára sáttmála við Helsingborgs IF, sum við Brandi Hendrikssyni í fjør vann seg upp aftur í bestu svensku deildina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

69 Leygardagur 22. Jan 2022

Djordjevic til EB/Streym

Í fjør spældi hann við ÍF og TB. Hetta kappingarárið verður Filip Djordjevic at síggja í EB/Streyms búnanum

Filip Djordjevic (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sáttmáli er í vikuni gjørdur millum EB/Streym og Filip Djordjevic. Hesum boðar felagið frá.

Filip er 27 ára gamal, og kemur upprunaliga úr Serbia. Filip flutti til Føroyar í 2010, og hevur síðani spælt við ymiskum feløgum, seinast í TB.

Filip hevur sambært FaroeSoccer leikt 256 dystir í bestu deildini, og skotið 40 mál. Umframt hetta hevur hann leikt 34 dystir í steypakappingini, og 21 evropeiskar dystir. Sostatt er talan um ein sera royndan leikara, sum kann røkja nógv pláss í álopspartinum. Vónin hjá felagnum er, at tilgongdin av Filip eisini kann hjálpa ungu leikarunum at mennast enn meira.

[object Object]Fróði R. Petersen, formaður í EB/Streymi og Filip Djordjevic (Mynd: EB/Streymur)

Filip Djordjevic spældi við KÍ fyrstu tvey árini 2011-2012 og við Víkingi til 2019. Í 2020 fór hann til Fuglafjarðar at spæla, har hann spældi í hálvtannað ár áðrenn leiðin í fjørsummar gekk til Suðuroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

70 Leygardagur 22. Jan 2022

Porkeringur legst afturat hópinum hjá EB/Streymi

Salmundur Bech hevur skrivað undir sáttmála við sundalagsmenn

Salmundur Bech her fyri TB/FCS/Royn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað legst afturat hópinum hjá sundalagsmonnum. Hósdagin boðaði felagið frá, at Filip Djordjevic hevði skrivað undir við felagið, og fríggjakvøldið varð aftur ein sáttmáli kunngjørdur.

[object Object]Eyðstein Zachariasen, næstformaður í EB/Streymi og Salmundur Bech (Mynd: EB/Streymur)

Til venjingina fríggjakvøldið legðist ein nýggjur leikari aftrat hópinum. Talan er um 26 ára gamla Salmund Bech, sum flytir norður úr Suðuroynni, skrivar EB/Streymur í fráboðan.

Salmundur Bech leikti í fjør við FC Suðuroy, og hevur verið har øll árini, fyri uttan kappingarárið 2020, tá hann var í NSÍ.

Porkeringurin spældi sambært FaroeSoccer 25 dystir í 1. deild í fjør, og skeyt 11 mál. Samlað hevur Salmundur leikt 100 dystir í Betri deildini og skotið 16 mál. Í 1. deild varð tað til 74 dystir og 23 mál. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

71 Leygardagur 22. Jan 2022

AB skrivað undir við amerikanskan verjuleikara

Fleiri útlendskir leikarar hava royndarvant á Argjum seinastu vikurnar. Ein sáttmáli er nú komin burturúr

Michael Smith saman við høvuðsvenjaranum hjá AB, Sámali Erik Hentze (Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleiri útlendskir leikarar hava verið til royndarvenjing hjá AB síðstu vikurnar. Ein av hesum er 23 ára gamli amerikanarin, Michael Smith, og hann hevur AB skrivað sáttmála við fyri kappingarárið 2022, boðar felagið frá.

- Mike, sum hann verður nevndur, spælir í miðverjuni. Talan er um ein leikara, ið kropsliga er væl fyri, og eisini er hann mælskur og stýrir væl í verjuni, sigur AB.

Seinastu árini hevur Mike verið ein av stuðusleikarunum hjá Winthrop Eagles, ið er eitt felag, sum er knýtt at Winthrop University, har Mike hevur gingið á college. 

- Vit fegnast um, at enn ein brikkur til komandi kappingarárið er komin upp á pláss, sigur AB.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2022

72 Leygardagur 22. Jan 2022

Símun Rógvi Hansen fer heim til B71

Sandoyingar styrkja seg í málinum við Símun Rógva Hansen, sum kemur aftur til barndómsfelagið. Hann verður eisini tengdur at besta mansliðnum sum málmansvenjari

Símun Rógvi Hansen her fyri B36 í avgerandi dystinum um FM í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heimasandsmaðurin Símun Rógvi Hansen leitar sær aftur til røturnar og hevur skrivað undir sáttmála við B71.

B71.fo skrivar á heimasíðuni, at Símun Rógvi verður tengdur at besta mansliðnum hjá felagnum í 1. deild bæði sum málverji, men eisini sum málmansvenjari. Eisini fer hann at hava ábyrgdina av reglulgiari málmansvenjing í felagnum mionst ein dag um vikuna kappingarárið út.

- Nú Símun Rógvi legst afturat hópinum í 2022, so fáa vit eina rúgvu av førleikum, ið hava stóran týdning fyri ikki bert málsetning hjá monnunum komandi kappingarár, men felagnum sum heild. Afturat tí at maðurin kemur at kappast um málmanspostin við sera dugnaligu málverjarnar frá í fjør, Gerhard P. Lognberg og Jóhan Herálv Hentze, so kemur hann at læra frá sær sum venjari, ið m.a. nýggjasti ungi málverjin, og nærmasta familja hjá Símun Rógva, Wenningsted Ørvarodd, man vera ein sum kemur at nýta gott av, skrivar B71 á heimasíðuni.

Símun Rógvi Hansen leikti sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið hjá B71 í 2005, og spældi fimm kappingarár á besta liðnum hjá felagnum. Síðani hevur hann spælt við HB, AB, NSÍ, B36 og í tveimum umførum hevur hann leitað aftur á slóðina í B71.

[object Object]Karl Vidtfeldt, formaður í B71 og Símun Rógvi Hansen (Mynd: Helen Goffe / B71)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2022

73 Leygardagur 22. Jan 2022

Spæla tveir venjingardystir í februar

Talan verður um søguligan dyst á Victoria leikvøllinum í Girbraltar 20. feburar. Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í næsta mánaði til Marbella á venjingarlegu, har ein annar venjingardystur eisini verður leiktur

Føroysku kvinnurnar fegnast eftir mál í Baltic Cup í fjør. Í oktober í ár er Baltic Cup aftur á skránni - í Estlandi (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kvinnulandsliðið setur hol á nýggja árið við einari venjingarlegu í Marbella í Spania 13.-21. februar, og í hesum sambandi er millum annað dystur móti Gibraltar á skránni.

- Gibraltar hevur tikið stór fet á kvinnusíðuni seinastu árini, men liðið hevur enn ikki tikið lut í undankappingunum til EM og HM. Dysturin móti Føroyum er tí eitt tekin um, at gibraltarar ætla meira við sínum kvinnum og helst eisini skjótt vera at síggja í stóru undankappingunum.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, nú føroyska kvinnulandsliðið á fyrsta sinni skal spæla ímóti Gibraltar.

Dysturin móti Gibraltar verður spældur á Victoria Stadium sunnudagin 20. februar, men tríggjar dagar áðrenn skulu kvinnurnar spæla ein annan vinardyst á Marbella. Kunnað verður nærri um mótstøðuna hósdagin 17. februar seinni, skrivar fsf.fo.

Føroyar skulu í 2020 eisini spæla tríggjar teir síðstu dystirnar í HM-undankappingini, tveir venjingardystir móti Norðurmakedonia í summar, umframt Baltic Cup í Estlandi í otktober. 

Skráin hjá kvinnulandsliðnum í 2022 sær fyribils soleiðis út:

13.-21. februar: Venjingarlega í Marbella við tveimum vinardystum
8. apríl: Ungarn – Føroyar, HM undankapping
20.-28. juni: Norðurmakedonia – Føroyar, tveir venjingardystir
2. september: Føroyar – Ukraina, HM undankapping
6. september: Føroyar – Skotland, HM undankapping
3.-11. oktober: Baltic Cup í Estlandi

A-landsliðið hjá monnum skal sum skilst eisini spæla venjingardyst móti Gibraltar, umframt móti Liktenstein. Tað verður í mars. Nations League byrjar í juni við heili fýra dystum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2022

74 Leygardagur 22. Jan 2022

Trý stjørnuskot í uppskoti

Hesi eru innstillað ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tey innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021 eru ungir íðkarar, sum eru at finna innan flogbóltin, hondbóltin, og svimjing.

Ungi flogbóltsleikarin hjá ÍF, Filip Ilic, hondbóltsstjørnuskotið úr H71, Jana Mittún og føroyska svimjitalentið, Elisabeth Erlendsdottir, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2021.

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, sum verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður á Hotel Hilton, leygarkvøldið 5. februar.

[object Object]
Filip Ilic í finaludysti fyri ÍF (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Filip Ilic hevur, sum bert 15 ára gamal, veruliga gjørt vart við seg á besta mannsliðnum hjá ÍF-flogbólti, har hann m.a var við til at tryggja ÍF sigurin í steypafinaluni móti Mjølni.

Eisini hevur hevur hann seinasta árið veruliga gjørt vart við seg á U18 landsliðnum. Til Eurovolley undankapping til EM herfyri kláraði Filip seg óvanliga væl og var ”best scorer” og ”best receiver” í bólkinum hjá Føroyum, umframt at vera ”best server” í allari undankappingini.

Flogbóltsamband Føroya hevur eisini valt Filip til ársins stjørnuskot seinasta kappingarár.

[object Object]
Jana Mittún í landsdysti fyri Føroyar (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Jana Mittún, ið er 18 ára gomul og spælir hondbólt á besta kvinnuliðnum hjá H71, hevur kappingarárið 2020-21 av álvara sligið sítt navn fast bæði í Føroyum og uttanlands.

Í februar spældi Jana ein avgerðandi leiklut, tá hon og liðfelagarnir í H71 vunnu Faxe Kondi steypakappingina hjá kvinnunum í einari spennandi finalu móti Neistanum, umframt at hon hevur gingið undan í góðu úrslitunum hjá H71 í European Cup kappingini hjá EHF.

Á U19 landsliðnum var hon avgerðandi í W19 championship kappingini, har hon við 44 málum bleiv næstbesti málskjútti í kappingi.

Í oktober fekk Jana eisini sín allarfyrsta landsdyst fyri Føroyar ímóti Rumenina í EM undankappingini.

[object Object]Elisabeth Erlendsdóttir á oyggjaleikum í Gibraltar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Elisabeth Erlendsdóttir er 16 ár og svimur við Havnar Svimjifelag. Elisabeth hevur seinasta árið av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av føroya bestu svimjarum. Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping.

Úrslitini í 2021 hava eisini verið framúr. Elisabeth gjørdist mest vinnandi svimjarin til FM á stuttgeil í novembur, og setti eini føroyskt met í 50 metur rygg.

Hon vann bæði bronsu og silvur til NJM 2021 í Svøríki, og hon kvalifiseraði seg og luttók til HM í Abu Dabi í desember.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ eina peningaupphædd á 5.000 krónur.

ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 5. februar kl. 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2022

75
Leygardagur 22. Jan 2022

Minningarorð um pápa mín Øyvind Lützen

-

 
SkrivaÐ:

-

Babba var sonur Viggo og Yngegerd Lützen og føddur niðri í Rættará hjá ommu og abba sínum Ellen og Valdemar Lützen. Tað er mær fortalt at Valdemar var so øgiliga góður við sína norsku svigardóttir. Tað bleiv ansað væl eftir henni, ongin óráð takast fyri, so hon skuldi ikki eiga í Norðadali, ikki talan um, men niðri í Rættará í tryggum umstøðum,og haldi eg at øll 6 systkini eru fødd har.

Babba vaks upp í Norðadali, triðelstur av 6 systkjum:

Elstur var Lútje, Randi, Øyvind, Gertrud, Astrid og Ellen øll við sínum framúr evnum.

Skúlagongdin var skipað soleiðis, at gingið var í skúla aðruhvørja viku. Lærari var knýttur at bygdunum báðum Syðradali og Norðadali og undirvísti aðruhvørja viku í hvørjari bygd.

Undirvísingin var heima, eitt sindur skiftandi, heima í bygdini ella Úti á Ytrufløtum. Á loftinum úti hjá Ólavi er eitt rúm, ið kallast skúlastovan enn tann dag í dag.

Langt var ímillum húsini, ið vóru fá, 5 ella 6. Nærmasti granni var Astrid og Albert Reinert og teirra 4 børn: Svenning, Svanhild, Anfinn og Rólant.

Albert arbeiddi hjá Viggo abba og samanhaldi ímillum húsini var sera gott. Babba plagdi at fortelja um tá útnyrðingsstormar vóru áveg, Astrid og børnini komu út til teirra at verða inntil illveðri var hasa av, tað vóru stuttligar løtur.

Hesi bæði húskini hava haft nógv saman og ikki minst børnini. Nógvar eru søgurnar úr Norðadali og skal eg taka onkra við her.

[object Object]

Ein túrur babba og annar av brøðrunum, Anfinn ella Svenning, vóru eftir veðragjólingum. Teir eru á Vatndalsegg og fara suður eftir eggini, nakað suður komnir síggja teir eitt fylgi vestanfyri og ein veðragjólingur uppi í.

Tað er fitt av kava og øgiligani bratt vesturav. Ungir og grammir, sum teir eru, vilja teir ikki ganga frá. Teir fara niður, bratt og hált, koma undir seyðin og prøva at reka hann upp, nú er fari at kava og seyðurin fæst ikki upp. Teir royna og royna og til endans stingur veðragjólingurin seg niður niðast í Flatarøkrum.

Nú er hálvmyrkt og tað kavar av møkum.

Teir prøva at kasta á seyðin og einaferð lukkast. Teir byrja at taka seg niðan við seyðinum ímillum sín, komnir niðan undir eggina, nú er verri.

Eggjaskalvin hongur langt vesturav, hvat er nú til ráða at taka. Teir tosa sína millum, skulu teir prøva at grava seg upp gjøgnum skalvin, hvat nú um skalvin leypur, sum tá Óla Jákup í Vestmanna datt oman?

Teir byrja at grava og langt um leingi komu teir niðaná. Við seyðinum ímillum sín seta teir kós oman á Áarstígg, útlúgvaðir men vælnøgdir, avtala at ikki siga tað fyri nøkrum, annars sleppa teir ikki aftur í hagan.

Eingilsmenn vóru og gjørdu kanningar í samband við Natostøðina. Teir høvdu eina hýttu uppi á Núgvuni, og plagdi babba at reiða teimum vøru o.a.

Ein dagin hann skal niðan við vøru kemur ein flúgvari og sleppur posti niður. Hann er komin út á heiðarnar, og pakkin dalar niður stutt frá honum, men faldskermurin kemur niður á reyvina á hestinum, sum leypur av fananum til. Hesin hesturin bleiv nervavrak eftir hetta.

Ein túrur, sum var tá Viggo abbi og babba skuldu til Havnar við einum tarvi. Teir sótu á hvør sínum rossi og høvdu tarvin ímillum sín. Tarvurin hevði ilt eyga á hesum reyða hestinum, sum babba sat á, vendi sær eftir hestinum í heilum.

Komnir heim á Fløtugerð er abbi óansin. Hann fyllir sær pípuna og við eitt rykkir tarvurin í og abbi missir. Tarvurin innundir heystin hjá babba og grýtti báðar niður í eitt gil. Abbi var skjótur, fekk fatur á endanum og fingu teir surra tarvin til ein pela, har hann seinni bleiv skotin.

Ein onnur hending hann plagdi at siga frá,var tá Palli í Syðradali datt oman.

Babba var og tók veðragjólingar í útihaga. Hann hevði tikið tveir seyðir, og var komin heim ímóti gerðinum, tá Maria Sivertsen, lærarinda, kemur rennandi og biður hann sleppa seyðunum og skunda sær heim í bygdina at hjálpa til.

Seyðunum vildi hann ikki sleppa, fekk teir innum hegnið, rann so heim, tók hestin Faxa og so við ferð heim í bygdina.

Har stóð Leif og gjørdi eina børu til. Teir so suður á Tungulíðgjógv har Palli var dottin.

Dánjal Pauli í Búðini og Hans Pauli sonur Palla høvdu funnið hann. Viggo abbi Andrass og onnur vóru komin til, og høvdu teir fingið Palla upp úr gjónni. Palli bleiv lagdur á børuna og borin til Norðadals. Babba bleiv sendur niðan á skarðið (Gonguskarð) ímóti doktaranum. Hann skuldi bera tasku og annað fyri doktaran. Haldi at tað var doktor Poulsen, hettar var síðst í januar 1957. Men har gjørdist onki, Palli hevði fingið so stóran skaða, og doyði hann í hondunum á doktor Poulsen.

Tað eru so nógvar hendingar/søgur úr Norðadali um alt møguligt: Bátsvanlukkur, grindaróður, dyrging, seiðaberg, rossatemjing, vongvenjing, mjólking, velting, silvurbrúdleyp, fjalldagar bæði í Norðadali og Skælingi, seyðasøgur, søgur um systkini og ikki minst kappríðingarnar.

Best mintist babba kappingarnar tá hann reið ímóti Svenning Reinert, Óla Kristian Debes og Poul Mohr.

Flutningsmøguleikarnir 1940-, 50- og 60unum vóru ikki teir sum vit kenna í dag. Skuldi tú nakrastaðnis, so var tað til gongu ella á rossabaki.

Sagt er um systkini í Norðadali, at tey vóru fødd á rossabaki. Rossini vóru teirra flutningsleið, og var tað nakað tey dugdu, var tað ríðing og ross, kanska serliga Lútje var óførur.

Mær er sagt at menn komu aðrastaðnis frá heim til Norðadals við styggum ótamdum rossum, fyri at fáa Lútja at venja tey. Hann var sterkur og ræddist onki, og skjótt fekk hann skil á hesum óvargadýrum.

Inntøkan í Norðadali var tað sum landbrúki gav. Høvðusinntøkan var rómin, sum bleiv seldur til Havnar.

3 ferðir um vikuna fóru tey til Havnar við róma, á rossabaki sjálvandi. Tað eru onkrar fittar søgur um at tá sjeikarnir úr Norðadali komu fram við Húsarahaldsskúlanum, tá skuldu allar genturnar standa í vindeygunum og skríggja.

Tilhaldsstaðið hjá teimum í Havn var hjá ommu og abbanum í Rættará. Rómin bleiv seldur til Frants Restorff.

Tá vøra skuldi heim um heystarnar bleiv hon flutt sjóvegis. Báturin Vesturleið førdi vøruna úr Havn. Hann legði stilt út fyri gjónni, síðan bleiv vøran handað niður í ein árabát, róð inn á land, borin niðan frá, løgd upp á rossini, reidd niðan á slætt, upp í hestavogn og koyrd niðan til hús.

Eitt forferdiligt knoss. Babba helt hettar verða alt ov strævið, og vildi nógv heldur reiða alt av gamla enda, líka norðan fyri Sundsháls.

Vøran bleiv koyrd úr Havn og niðan á gamla enda. Tey høvdu altíð reitt vøru frá Oyggjavegnum, men tað vóru tey stóru innkeypini, sum blivu førd sjóvegis. So við og við bleiv alt reitt frá gamla enda.

Nógvir hava túrarnir verið góðir og minni góðir. Eitt kvøldið vit sótu hjá babba, fortaldi Ellen um ein minniligan túr hjá teimum. Hettar var á hávetri, tey høvdu lánt øll rossini í bygdini, og fóru yvir á Oyggjarvegin eftir vøru. Babba var elstur av barnaflokkinum, sum fór avstað.

Komin yvir á Oyggjarvegin, løgdu tey byrðarnar á rossini, tá brast hann á við stormi og kavaroki, tey bíðaðu nakað, um veðrið ikki mátti fara at batna. Dagurin var stuttur, og tað byrjaði at skíma, so her mátti farast til gongu, tey ganga so norður eftir í illveðrinum, koma oman á skarið, tá er so nógvur vindur at byrðarnar fúka av rossunum og tey minstu børnini vóru tikin av hvirlunum.

Øyvind sigur við tey. ”Nú ganga tit í gásagongd og halda fast í halanum á rossinum frammanfyri og ongin má sleppa.”

Tey komu oman um skarið, tá møta tey Albert, ið var komin at leita. Tey vóru jú bara børn, men tey lótu væl at, ongin noyddist at leita eftir teimum. Bæði vøra, ross og børn komu heim í øllum góðum.

[object Object]

Babba var føddur og uppvaksin ímillum kríatúrini, og var tað hansara DNA. Hann elskaði at fáast við jørð og kríðatúr, serliga seyð.

Longu sum smádrongur, gekk hann aftan á bøndunum í Norðadali, og fekk hann oftani smálomb frá teimum. Hann kundi hava fleiri heimalomb í senn.

Sum 6-7 ára gamal byrjaði hann at røkta saman við Andrassi og Johan. Hettar dámdi honum sera væl, og var tað kanska ov nógv av tí góða. Hann fortaldi um tá váringin stóð fyri, øll vóru úti og arbeiddi. Hann sá Johan fara í hagan og vildi sleppa við, men tað slapp hann ikki. Arbeiðið skuldi gerast.

Hann fann uppá ráð, Albert hevði grivið eina langa veit niðan á heruna, tá tey vaksnu ikki varnaðust tað, kreyp hann niður í veitina og grulvaði so niðan ígjøgnum hana, passaði sær løgir, so ongin sá hann, og so helt hann aftaná Johan, hugurin var øgiligur.

Um heystarnar aftaná fjall, tók hann tað í gekk eftir. Ofta slapp hann at eiga veðurlombini, sum komu seint og onkran vetur hevði hann 12 til 14 heystlomb, ikki altíð vóru beiggjarnir samdir um allan hendan seyðin hann kom drassandi við. 

[object Object]

Babba hevði ein serligan ans fyri kríatúrum, føldi við teimum, hevði eyga sum fáur um trivnað ella mistrivnað. Um sjúkutekin vóru, varnaðist hann tað beinavegin langt áðrenn tað bleiv sjónligt.

Sum fjallmaður av teimum bestu, dugdi at síggja nær man skuldi koyra á og nær man skuldi trekkja seg frá. Tók hann uttanrætta, kom hann altíð heimaftur við tí hann var farin eftir, hann las kríatúrið av, visti nær tað ætlaði at leggja á ella stinga seg niður.

Sjáldsama gott eyga, tað var sum um hann hugsaði, sum ein seyður í sovornum støðum.

Aftan á barnaskúlan fór hann á háskúla í Havn. Um skúlan sjálvan hevur hann ikki sagt so nógv, uttan tað at teir dreingirnir sníktu seg yvir til genturnar, og tá kom Marius og kússaðið teir uppá pláss aftur, tá flenti hann altíð, tað vóru stuttligar løtur, og helst onkur hending, ið ikki bleiv fortald.

Tankarnir um seyðin fylgdu eisini í skúlanum. Hann fortaldi um ein útnyrðingskava, ið kom knappliga og hann visti at eitt fylgi stóð undir ovasta hamrinum í Lítlabergi. Hann hevði ampa av hesum fylginum, og vildi hava frí frá skúlanum, men tað bleiv sýtt honum. Tað kundi bíða til vikuskiftið.

Upp undir vikuskifti kom toyveður, og skalvin omanfyri leyp og tók alt fylgið við í havið.

[object Object]

Sum 16-17 ára gamal fór hann at arbeiða upp á veg, frá Hósvík og norðureftir.

Tað var soleiðis, at Viggo abbi forhandlaðið Massey Fergusson traktorarnar, og tá hann seldi ein traktor fylgdi ofta annar av synunum við, fyri at læra keyparan at brúka traktorin.

Bæði Lútje og babba hava verið úti um landi og arbeitt við hesum nýggju Massey Fergusson traktorunum, sum vóru eitt nýbrot tá í tíðini, teir avloystu arbeiðsrossini.

Arbeiðið upp á vegin ímillum Hósvik og Áir dámdi babba sera væl, og ikki minst fólkini hann búði hjá, Ketty og Magnus. Hettar vóru minnir og vinabond hann hevði fyri lívið.

Á heysti í 1957 fór babba á Landbrúksskúla á Voss í Norra. Teir vóru 3 føroyingar: Ólavur av Steinum, Rasmus Glyvradal og babba.

Hettar var ein spennandi tíð. Hann treivst væl, dámdi væl skúlan og øll tey fólkini hann kom at kenna har á leiðini.

Seinni fór hann til Danmarkar at læra at ísáða (inseminera) neyt. Cornelius Reinert úr Kaldbak var eisini har.

Cornelius segði mær einaferð, hann var í Syðradali, at pápi mín fekk so væl burtur úr hesum skeiðinum.

“Burtur úr, hvussu tá?” sigi eg.

“Jú, tú komst burturúr”, so flenti hann so hjartaliga.

Cornelius er eisini farin, bert 14 dagar aftaná babba.

Afturkomin úr Danmark fekst hann við ymiskt, traktorar, lastibilar o.a. Einaferð mitt í 60’unum fer hann at koyra mjólkabil hjá gamla meiðaríi, sum Viggo abbi var eigari í.

Lastbilførari bleiv hansara lívsstarv. Koyrdi nógv ár hjá Just Sivertsen, og sum 75 ára gamal koyrdi hann onkuntíð fyri bróðirsonin Hans Wilhelm.

Hettar dámdi honum væl, og var hann ikki sørt stoltur, at Hans Wilhelm tordi at lata hann koyra, hevði hug at reypa um, vit kendu nakran so gamlan lastibilførara.

[object Object]

Men flestu havnarfólk muga kenna hann sum traðarmannin á Gráasteini.

Havi hoyrt eldri traðarmann sagt, at á Gráasteini, livdi undir hvørjum steini. Babba bleiv ongantíð bóndi har hansara størsti hugur var. Hinvegin so hevði hann helst størsta traðarbrúk, sum hevur verið í Havn.

Fyrst sum eg minnist, hevði hann 3 kýr uppi á Lútzenstrøð og í 67, tá vit fluttu út á Gráastein, blivu tað 4 kýr. Hann slapp at leiga niðaru Hoydalar, og bygdi sær súrhoyggjabrunn við fjósið úti á Gráasteini. Fløtan í Hoydølum var fóðurgrundarlagið. Traðarbrúki bara vaks tey næstu árini.

Hann hevði nógvar leigutraðir, gekk á fjalli í 4 hagapørtum, har hann eisini hevði summarfrælsir.

Í Hoyvík frá Pól Vang hevði hann neytafrælsi. Á Skælingi frá Hansi og seinni frá Tummas hevði hann rossa-, seyða- og gásafrælsir, og gekk á fjalli har alt sítt lív. Hann hevði ein serligan tokka til Skæling.

Eisini hevði hann gásafrælsi í nógvum øðrum hagapørtum, kendi allar bóndur, og var væl við teir.

Havi ofta hugsað um, hvussu hann fekk tíð til alt hettar.

Arbeiðsdagurin hjá honum byrjaði við at koyra post til mjólkabátarnar tíðiligani á morgni, heimaftur at mjólka og ambæta kríatúrini, fáa okkum í skúla, og so norður eftir at heinta mjólk.

Rutan gekk norður til Streymnes, afturat hesum var hann eykapolitistur.

Gjørdi einaferð tá traðarbrúki toppaði síðst í 80unum eitt yvirlit yvir øll kríatúrini babba hevði. Gott nokk taldi eg hvønn fugl og unga við, og tali kom uppá 420 dýr.

Plagdi at skemta við hann um, at tað var tað sama sum Kirkjubøgarður.

Ikki kann sigast annað, enn at hann hevur verið av allar allar raskastu monnum, eitt arbeiðsgrev.

[object Object]

Sum pápi og familjumaður hevur babba altíð verið góður við okkum. Trúgvin sum Yngerd omma hevði lagt í hann,vildi hann, at vit eisini tóku ímóti.

Minnist so sera væl morgnarnar, vit hoyrdu hann seta á borðið, tendra útvarpið, og so kom hann inn og vakti okkum. Útvarpið kom so við sínum: (dur-dur-dur-dur-dur-dur-dur) út-varp-før-oya-góð-an-dag. Síðani kom morgunlesturin, og vit lýddu á bóðu faðirvár saman, ótu morgunmat og so koyrdi hann okkum í skúla.

Ein sera góð byrjan uppá dagin.

Babba var sjarmør, dugdi væl at dansa og hevði kvinnutekki. Oda mamma og babba fingu 3 børn: Thorvald í 61, Brynhild í 63, og Birgir í 64.

Í 1980-81 møtti hann Ovhild og fittu lítlu Beintu, sum er fødd í 78, minnist hvussu glaður hann var at Beinta fall so væl til úti á Gráasteini, og at vit vóru so góðir við hana, og hon við okkum.

Síðan kom Bergur í 82, og Lív í 84. At fáa 3 smá systkin tá, var heilt fantastiskt og komu tey at ríka okkara lív allmikið.

Minnist hvussu stoltur hann var av teimum, vildi hava at tey eisini fingu gott í beini. Hann helt uppá at mjólkin var tað allar vigtigasta fyri smábørn so hann fekk sær aftur kúgv.

Helst hevur hann haft rætt, og henda síðsta kúgvin haft sera góða mjólk.

Babba hevur altíð verið sera góður við børn, sjálvt um hann ikki hevði serlig pedagogisk evnir. Børnini flokkaðust rundan um hann, tey sluppu við í lastibilin, hestavognin og traktorin allastaðnis sluppu vit børn við.

Hann dugdi at samanflatta spæl og arbeiði, og soleiðis fekk hann eisini nyttu burtur úr okkum, og vit børn elskaðu tað.

Túrarnir á Skorðadal við seyði, graslessini við lastibilinum, hoylessini við hestavogninum og traktorinum, løturnar niðri í Hoydølum, altíð fult av børnum, og so Haiwai sodavatn og sjokulátakeks - tað var lønin, ógloymandi løtur.

Minnist eisini tá Bynna (Brynhild) kom á forsíðuna á myndablaðnum “NÚ”, hvussu stoltur hann var av henni, og hvussu væl hann tók ímóti svigardøtrunum/synum tá tey komu út á Gráastein.

Rossini, ríðitúrarnir og kappríðingarnar. Hvussu glaður hann var tá tað gekk væl hjá okkum í kappingum. Tá Birgir í 79 var við Flikkuni og fekk bestu tíð, tit fingu betri tíð og munurin aftur til hini rossini vaks fyri hvørja ferð hann fortaldi hesa søgu, og tá Bergur vann ferðasteypið, sum Yngerd omma hevði givið. Vit høvdu fult av rossum, hann passaði og vit riðu.

Tað var eitt privelegium, beint uttanfyri húsini, fjósið er fast bygt í sethúsini. Trøðin, fjósið, rossagarðurin og stóra túnið var samlingsstaðið hjá øllum børnum og ungum tá, altíð lív í, tað hendi altíð okkurt.

Í 1996 tá vit fingu garðin í Syðradali, var frøi á babba, tað var sum um dreymurin hjá honum var gingin út, hann sá øgiligar møguleikar á garðinum.

Fyri at fáa tað at bera til máttu 3 treytir uppfyllast segði hann (tú mást vera góður við kríatúrini) (tú mást tíma at arbeiða) (tú mást hava familjuna við tær).

Onki er at ivast í, at hettar er ein fyritreyt. Og har hava vit verið sera heppin.

Øll vinfólkini, systkinabørnini og familjurnar, bæði hjá mær og Anni, hava haft stóran áhuga í garðinum, og hjálpsemið hevur verið óbeskriviligt.

Vinalagið ímillum verforeldrini Sigrun/Martin og babba, og hvussu tey knossaðust fyri okkum. Hvønn einasta morgun kom babba til Syðradals við avlopsbreyði.

At síggja hann uppi við Ravnafoss, har hann kastaði breyð til gæsnar og seyðin, glaður og væl hýrdur eygleiddi hann kríatúrini. Omankomin tømdu vit bilin, so inn til Anni at drekka kaffi.

Hugnaprát um arbeiði, kríatúr og ætlanir á garðinum, ella um okkurt vakurt lamb hann hevði sæð í morgun. ”Hettar verður brundseyður/verðagjólingur”, ivrigur og livandi greiddi hann frá, hann líka sum vildi sanmføra okkum um, at hettar var penasta lambið í haganum.

Hansara partur í Syðradali kann ikki yvirmetast.

Eitt annað var seyðasýningarnar, har hann altíð var við, kom runt í hvørt einasta seyðhús, spentur og gjørdi sær sínar metingar.

FM tiltakið norðuri á Búnaðarstovuni var hæddarpunktið á heystinum. Hann var so bangin fyri, at vit gloymdu at siga honum frá, tá tiltakið bleiv, minti okkum á tað ígjøgnum allan oktobur mánaða.

Á sýningini í 2017, var hann serligani fegin. Syðradalshagi og Heygshagi vóru ímillum vinnararnar, babba og vinnmaðurin, Ólavur av Steinum, tóku ímóti steypunum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hettar var ein stórhending fyri hann.

[object Object]
Ólavur og Babba uppi í vinstra hornið, á felagsmynd 2017

[object Object]
Tríggir fegnir vinnarar í 2019

Heilsuna hevur hann haft góða, tó so onkur hóttafall hava verið.

Sum smádrongur fekk hann blintarmbetendilsi og mátti hann undir skurð, alt fyri eitt í køkinum í Norðadali, tað stóð um lív.

Astrid og Ellen hava sagt mær, at eftir hetta bleiv ansað serliga væl eftir honum, og bleiv hann meira forkelaður enn hini systikini. Serliga mamman Yngegerd helt hondina yvir honum.

Í 84 fekk hann bruna í búkspýtskirtilin, og støðan var álvarsom. Hetta at liggja álvarsligani sjúkur og eiga 3 smábørn var ræðuligt fyri hann.

Í eini tíð tá kassa-mentaliteturin var í hæddini, tók babba saman við øðrum eina stóra avgerð. Hann vildi gerða alt sum gerast kundi fyri at varðveita lívið.

Vinurin Ingi Mohr, sáli, fór við honum yvir til Íslands á viðgerðarstaðið Vón í Reykjavík. Hettar var í 85, og smakkaði hann ongantíð dropan aftur.

Hann segði oftani, at hettar var tað besta sum hent var í hansara vaksna lívið.

2013 fekk hann kreft í hálsin, fór niður á Ríkissjúkrahúsi, og fekk stráluviðgerð. Læknarnir fingu bast sjúkuni, men arrini av viðgerðini lektust ongantíð aftur. Svølgið var oyðilagt, so tað hann át, var mest sum alt flótandi, og gjørdist hann øgiligani klænur.

Men hann var glaður og takksamur fyri lívið, hevði møtt Eyðleyg nakað framanundan, og var umgyrdur av abba og langabba-børnum, sum hann var so góður við.

Hann fekk 8 góð ár og eina meira róliga tilverðu. Í mei mánaða byrjaði hann at gremja seg um at hann orkaði ikki meir. Lomb og gásarungarnir komu, men hann gleddist ikki sum hann plagdi.

Fyrst í juni fer hann til lækna, og fær staðfest, at kreftin er komin aftur.

Avgjørdur takkar hann nei til nakra viðgerð. ”Man má líða viðhvørt, um man skal standa við rósum til síðst” sitat hjá Jógvan Fríðriksson, bispur.

Eftir hettar koyrdi hann ongantíð bil aftur, men systrarnar, sum altíð hava verið so góðar við hann, koyrdu allastaðnis hann ynskti. Hann var forvitin og glaður um samstarvið vit hava við allar grannabóndur, og ikki minst Ólav og Sigert.

Systranar Astrid og Ellen skiftust um at koyra hann, til Syðradals, Norðadals og niðan á Vatnaskarðar, hann fylgdi við um vit gjørdu naka til nyttu.

Á fjalli í summar (áseyðaroyting) koyrdi Astrid hann til Syðradals. Fjalldagurin hilnaðist ikki serligani væl, tað kom mjørki so nakað av seyði manglaði, hettar helt hann lítið um “Fara á fjall í greyta svarta mjørka”, so risti hann við høvdinum og legði afturat “Onki skil í nú eg ikki eri við”.

Sjálvt um hann var viknaður nógv, kom hann inn í seyðahúsið, spurdi eftir einari tvílembu sum plagdi at eta breyð frá honum.

[object Object]
Babba og Ellen í nýggja bilinum

Í august mánaða fór eg norð til Klaksvíkar eftir Anni, tá kom babba við ein biltúr. Hettar var ein av teimun góðu døgunum. Hann tosaði um samferðsluna hvussu ótrúligt tað er.

”Vit máttu bera og reiða, og nú koyra vit undir firðir og ígjøgnum fjøll. Føroyar er eitt ríkt land”.

Aftur komin til Havnar koyrdi eg oman í Hoydalar. (Tað skuldi eg kanska ikki gjørt). At síggja sorgtámið í eygnakrókunum á honum, helt lítið um landsins myndugleikar, at Hoydalar liggja í vanrøkt og sum ein stór skomm. Hoydalar, sum hann hevði haft so stóra gleði av.

Ynski hansara var, at bygningarnir blivu ellisheim og at hann endaði har einaferð.

Vanliga tosi um hvørji kríatúr skuldi setast við í heyst, veðragjólingur, sleppingarlamb ella bøguungi var ikki sum tað plagdi. Nei, alt skuldi takast av, hann visti hvønn veg tað bar.

Nú hann viknaði fyri hvønn dag, hevði hann eittans ynski, at hann slapp at vera á Gráasteini og verða borin út haðani, serligani glaður var hann um, at Lív og børnini vóru komin út á Gráastein at búgva.

Fríggjakvøldið 24 septembur sovnaði babba spakuligani burtur. Yngsta dótturin, eygnasteinurin hjá honum Lív, sat við hansara lið og helt í hondina á honum.

"Og einaferð vit fáa boð, Tá síðstu ferð vit anda, Úr heiminum vit fara so, Hjá tær um ævir standa. "

Ein sera vakur endi á hesum foldarlívi, ein arbeiðshestur hevur lagt frá sær.

Sum Heri prestur segði í kirkjuni “Arbeiðið var lívið og lívið var arbeiðið."

Leygardagin veitraði flaggið í hálvari stong á Gráasteini. Vindur, regn og mjørkin hekk niður á hálva Kirkjubøreyn. Seyðurin stóð og krokaði, hønurnar vóru innandura og kúrdu, dunnurnar lógu friðaligar í ánni, alt var stilt og kvirt.

Mánadagin tá kistan fer frá húsinum og fram við dunnugarðinum stendur allur fuglurin framvið hegninum og letur eitt 'síðsta farvæl'.

Týsdag var jarðarferðin úr einari fullsettari Vesturkirkju, veðrið var av tí allar fagrasta, abba og langabørnini kasta rósur á kistuna, og seta okkum vaksnu spurningar.

Lítli Thorvald spyr “hvør skal nú koma við breyði”.

Friður verið við minninum um pápa mín Øyvind Lützen.

Keypmannahavn 18 januar 2022, í Venøgade 8.

Thorvald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2022