Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. februar 2022 | Nr. 8 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

X Factor: Nú mugu føroyingar velja

SíÐa 4

1 Leygardagur 19. februar 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Rundkoyring nú!

Nú má vera nóg mikið. Nú má onkur ábyrgdarpersónur ella myndugleikin seta fótin fyri hurðina og krevja, at tað verður gjørd ein rundkoyring ella annar formur fyri ferðslutrygdarligum átaki á høvuðsvegnum oman til brúnna við Norðskála.

Tað er so langt burtur frá nakrari nullhugsjón at góðtaka, at vegurin liggur, sum hann ger og hevur gjørt í nógv Harrans ár.

Ikki bara bilførarar, men fólkini í økinum hava betri uppiborið, enn at skula seta lívið í vanda hvørja ferð farast skal eftir ella um hetta vegastrekkið. Her er ongin ferðslutrygdargrannskoðan gjørd av tekningunum, áðrenn vegurin varð lagdur. Tað er eyðsæð.

Tað er bert eitt gott at siga um ferðsluloysninana í hesum øki. Og tað er, at veiku ‘trafikantarnir’ – gongufólk og súkklandi – hava møguleika at fara gjøgnum smogu undir høvuðsvegnum fyri at sleppa av Norðskála yvir á Oyrarbakka ella øvugt.

Vit føla trongd at seta óunniliga spurningin: “hvussu nógv skulu doyggja afturat her áðrenn nakar tekur ábyrgd?”

Nú ein dagin var aftur ein tilburður, har orsøkin sambært løgregluni var, at onkur ikki hevði hildið víkiskylduna. Trupulleikin við júst hesum vegamótinum er – í mun til rættiliga nógv onnur – at eitt slíkt brot á ferðslulógina kann fáa fatalar, deyðiligar, fylgjur. Tí bilarnir – serliga teir, ið koma omaneftir – hava allir nógva ferð. Soleiðis er tað bara.

Tað tykist ikki, sum nakað ferðsluforðandi ella trygdarskapandi tiltak er gjørt á hesum vegamóti. Annað enn at banna yvirháling á einum longri strekki undan og eftir brúnna. Og so hevur einaferð verið teknað á vegin, so at bilar, ið skulu snara til vinstru hava egna breyt mitt á vegnum.

Ikki so frægt sum ein ávaringartrýhyrning við vegjaðaran, um at tað eru hættislig vegamót fyri framman duga vit at fáa eyga á. Og har eru ikki færri enn trý vandamikil vegamót, bara eysturoyarmegin.

At ein bensinstøð á staðnum, ið eisini virkar sum knútapunkt hjá Bygdaleiðum, sleppur at hava til- og frákoyring beint út á høvuðsvegin er óskiljandi. Um hetta varð forðað, so slapp mann, um ikki annað, undan einari av trimum deyðsfellum á hesum strekki.

Og sjálvandi skal ein rundkoyring gerast her. Tað er ikki bara tann langfarandi gjøgnumkoyrandi ferðslan, sum skal um hetta vegamótið. Tað er eisini lokala ferðslan. Foreldrini á Norðskála, sum skulu koyra børnini í skúla, og øll tey á Oyri, Oyrarbakka, Hvalvík, Streymnesi, Haldórsvík og aðrastaðir við, sum skulu til handils við Norðskála – helst fleiri ferðir um vikuna.

Hesi hava ikki uppiborið at fara slík gerandisørindi við lívinum sum innsatsi. Sjálvandi skulu landsvega- og lokalir myndugleikir tryggja, at sum mest verður gjørt fyri at gera hetta vegamótið so trygt sum møguligt.

Ferðsluteinar, sum eru lívshættisligir eiga altíð – altíð – at fáa hægstu raðfesting. Ongin íløga í veganetið hevur størri týdning, enn tann, sum eru við til at bjarga mannalív!


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5908

    Lisnar síður: 17997

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 19. februar 2022

Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður

Hann varð steðgaður av løgregluni í síðstu viku við alkoholi í blóðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jørgen Niclasen legði í vikuni frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Við vp.fo segði Jørgen Niclasen, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, at hann fyri nøkrum døgum síðani varð tikin av løgregluni við alkoholi í blóðinum.

- Eg hevði drukkið um kvøldið og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð, sigur hann.

Hann heitti tí mikudagin á løgmann um at loysa seg úr starvinum sum landsstýrismaður. Løgmaður hevur gingið áheitanini á møti, og til Fólkaflokkurin hevur valt nýtt landsstýrisfólk, røkir løgmaður sjálvur málsøkini, sum Jørgen Niclasen hevur havt ábyrgdina av.

Sambært in.fo var Jørgen Niclasen tikin í bili sínum í Vági hósdagin klokkan 11:26. Promillan í alkoholmetrinum vísti 1,26, sum er væl oman fyri loyvda markið upp á 0,2.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

3 Leygardagur 19. februar 2022

Fólkaflokkurin velur landsstýrisfólk mánadagin

Útsetti landsfundur floksins verður í mars - helst verður spurningurin um nýggjan formann tikin upp tá

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkaflokkurin fer á fundi mánadagin at velja nýtt landsstýrisfólk fyri Jørgen Niclasen, sum í gjár varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Hetta boðaði ting- og landsstýrismanning floksins frá, sambært vp.fo, eftir ein videofund mikukvøldið um støðuna, sum flokkurin er komin í.

Løgmaður loysti Jørgen Niclasen úr embætinum, eftir at tað er komið fram, at floksformaðurin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Hendingin hevur ikki fingið avleiðingar fyri støðuna hjá Jørgeni Niclasen í Fólkaflokkinum. Hann er ikki farin frá sum floksformaður, men ivaleyst verður spurningurin tikin til viðgerðar, tá Fólkaflokkurin í næstum fer at halda landsfund.

Landsfundur floksins, sum skuldi vera í november, varð útsettur orsaka av koronastøðuni. Enn er ikki greitt nær landsfundurin verður hildin, men roknað verður við, at tað hendir í mars.

Formaður floksins stendur fyri vali hvørja ferð landsfundur er í Fólkaflokkinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

4 Leygardagur 19. februar 2022

X Factor: Nú mugu føroyingar velja

Kári og Tina verða við tá X Factor beinleiðis næsta fríggjakvøld fer av bakkastokki. Hyggjarin avgerð hvør skal víðari og hvør verður vrakaður

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður torført at sleppa undan at lesa og hoyra um X Factor næstu vikurnar. Longu síðsta fríggjakvøldið gjørdist tað greitt tá Kári Fossdalsá tryggjaði sær eitt av nógv umbidnu plássunum í beinleiðis sendingunum av X Factor.

Og í gjárkvøldið varð tað sligið fast við sjey tumma seymi, tá 18 ára gamla Tina Mellemgaard eisini vann sær eitt pláss millum tey níggju.

Sostatt er ein ógvuliga góð umboðan av føroyingum, tá TV2 fer í holt við beinleiðis sendingarnar næsta fríggjakvøld. Luttakararnir framføra eitt lag hvønn fríggjadag, og so er tað upp til hyggjararnar hvør skal koma víðari.

Við tað, at heilir tveir føroyingar eru við, verða tað í øllum førum tvær vikur við føroyskum luttakarum. Hetta er tó bara, um tey rúka út beinanvegin. Bæði tvey eru dugnalig, men tað kann gerast torfør avgerð hjá føroyingum, um hvørjum ein skal atkvøða fyri.

25 ára gamli Kári Fossdalsá er undir veingjunum hjá dómaranum Martini Jensen, og okkurt bendir á, at kendi plátuvendarin hevur spennandi ætlanir við toftamanninum, sum saman við unnustu og dóttir býr í Aalborg.

[object Object]Tina Mellemgaard fær boðini frá Kwamie Liv (Skíggjamynd: TV2 Play)

Unga hoyvíkskvinnan hevur ferð eftir ferð tikið dómaran Kwamie Liv á bóli. Heilt frá upptøkuroyndini og til í gjárkvøldið, tá hon framførdi egnan sang.

- Tað hevði knúst mítt hjartað at sent teg heim, tí eg kann als ikki ímynda mær at fara “live” uttan teg. Sjálvandi skalt tú við mær, segði Kwamie Liv tá hon gav Tinu Mellemgaard góðu boðini.

[object Object]Hvussu sigur man "tillykke" á føroyskum, spyr fryntliga vertinnan, Sofie Linde, sum síðani fær eitt snarskeið í føroyskum og lærir at siga "Tillukku Tina" (Skíggjamynd: TV2 Play)

Ongantíð eru tveir føroyskir luttakarar komnir so langt áður. Helst hava fleiri føroyingar verið til upptøkuroyndir sama ár, og tað er meira enn so komið fyri at føroyingar hava verið við í beinleiðis sendinginum, og enntá vunnið. Men ongantíð áður eru tveir føroyskir luttakararnir samstundis komnir so langt í stóru tónleikakappingini.

X Factor beinleiðis verður sent á danska TV2 næsta fríggjakvøld klokkan 19.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

5

Størv

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024
6 Leygardagur 19. februar 2022

Løgmaður fingið 1,3 milliónir undirskriftir móti springaradrápi

Rannvá Torfríð Jørmundsson handaði undirskriftirnar vegna altjóða umhvørvisfelstsskapir, sum hava staðið fyri innsavningini

Rannvá Torfríð Jørmundsson
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

1,3 milliónir undirskriftir fyri at banna springaradráp eru handaðar løgmanni. Tað er Rannvá Torfríð Jørmundsson, kavari og ‘explorari’, sum vegna útlendskar umhvørvisfelagskapir handað løgmanni tær 1,3 milliónir undirskriftirnar, ið verða tiknar við í eftirmetingini av springaradrápinum, sum fer fram í landsstýrinum í vikuni.

- Tað hevur aldrin verið okkara siðvenja at drepa springara. Hví skulu vit byrja nú? Eg haldi tað er púra burturvið.

Soleiðis sigur Rannvá Torfríð Jørmundsson, yrkiskavari og limur av The Explorers Club, sum í gjár handaði løgmanni 1,3 milliónir undirskriftir.

- Vit hava einki prógv fyri, at veiðan er burðardygg, og eingin hevur tørv á tvøstinum. Harumframt vita vit, hvussu klók hesi djórini eru, og hvussu dálkað tvøstið er. Vit kunnu rætt og slætt ikki forsvara at halda fram við at drepa springara, staðfestir hon.

Undirskriftirnar eru innsavnaðar av umhvørvisfelagskapunum Whale and Dolphin Conservation (WDC), Sea Legacy, Only One og Avaaz.

- Hesir felagskapirnir hava virðing fyri føroyingum og føroyskari siðvenju, og eg haldi, at ein undirskriftainnsavning er ein góður og diplomatiskur máti at lata rødd sína hoyrast, sigur Rannvá, sum býr í Cornwall í Englandi og dagliga starvast í virkseminum Fourth Element, ið framleiðir kavaraútgerð.

Saman við undirskriftunum var ein áheitan um at banna springaradráp í føroyskum sjóøki.

- Fleiri enn 1,3 milliónir borgarar kring heimin stuðla okkara áheitan um at steðga hesa óneyðugu veiðuna, ið hvørki er human ella burðardygg, skrivaðu tey.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

7 Leygardagur 19. februar 2022

Trom og reyð langmotta í Løkshøll

Tey nógvu, sum eru við í røðini Trom, savnaðust í Løkshøll farna leygarkvøld til frumframsýning av røðini

Helena Heðinsdóttir, Frida av Fløtum og Gunnvá Zachariasen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ein stoltleiki at hóma millum tey, sum leygardagin á fyrsta sinni høvdu møguleika at síggja allar seks partarnar av krimirøðini Trom.

Hetta er fyrstu ferð, at ein slík sendirøð er framleidd í Føroyum, og við stórum spenningi hava føroyingar bíðað eftir frumsýningini.

Tey sum hava verið við til, at hetta gjørdist veruleiki, vóru boðin til undansýningmaraton í Løkshøll við reyðari langmottu og øllum tí, sum har til hoyrir.

Fyrstu tríggir partarnir eru farnir aftur um, og hvørja løtu verða tríggir teir síðstu vístir.

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]Torfinnur Jákupsson

[object Object]Torfinnur Jákupsson, Jón Hammer og Olaf Johannessen

[object Object]
Maria Tórgarð, Magnus Reinerg Gásadal og Rannvá Jónsdóttir

[object Object]
Brandur Teitsson saman við foreldrunum Rudi Helena Heinesen og Teiti Samuelsen

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

8 Leygardagur 19. februar 2022

Kann vísa seg at vera eitt skamtalop í føroyskari mentanarsøgu

Røðan hjá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, í Løkshøll í sambandi við frumsýningina av Trom

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Røða, sum borgarstjórin flutti fram undan frumsýningini av Trom í Løkshøll seinrapartin í dag.

Háttvirda samkoma og tit, háttvirda liðið, sum eftir illgongdum stíggjum og við nógvum knossi hava fingið í lag, at tað um eina løtu fer at bera okkum til at síggja fyrstu sjónvarpsrøðina, sum gjørd er í Føroyum - sprottin úr hugskotum og føroyskum skaldskapi. Ein serlig løta, sum fyri føroyskan skaldskap og filmsvinnu kann gerast so avgerandi, at vit einaferð fara at tosa um fyri og eftir. Næstu tímarnir vera ikki ein mánaferð, men nógv tugdu orðini hjá Armstrong “That’s one small step for a man, one giant leap for mankind” koma til mín hesa løtuna, tí ongin ivingur er um, at hetta er størsta lopið higartil í føroyskari filmsvinnu. Nógv smá fet á leiðini, men hinvegin samfelda lopið, sum fer at fáa onnur og ikki minst okkum sjálvi at fata týdningin, sum hetta fer at fáa fyri list og vinnu. Eitt frambrot á nýggjum leiðum.

Borgararnir eiga kommununa og umboðandi valdið skal til eina og hvørja tíð brúka líknaða fæið til hóskiligar og neyðugar lokalar lunnar. Men. So hvørt sum kommunala høpið er vaksið og víðkað hesi seinru árini, er hesin geirin vorðin ein so trivalig súla undir samfelagnum, at hon eigur at taka lut í stimbranini av tjóðarinnar alt avgerandi undirstøðu – málinum og mentanini. Vera tjóðarbyggjandi. Innan- sum uttangarðs.

[object Object]Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri (Mynd: Sverri Egholm)

Verkætlanin Trom skákaði líkasum establishment´ið og tess regluverk, viðtøkur og heimildir. Hetta var ikki ein provokatión fyri provokatiónina, men ein ítøkilig ætlan, sum sendi geislandi skjálvtar gjøgnum skipanina. Føroyar vóru ikki klárar, hugsað var so stórt, og tað er júst tað sum flytur okkum fram á leið, at landspolitiski geirin kom sær meiri ella minni í rasshaft av einum gøtumanni, sum ætlaði at flyta søgurnar hjá einum øðrum gøtumanni, onkur sigur havnarmanni, vit eru allir skyldmenn, yvir á kykar myndir.

Um tað var álvari ella eitt trick, fyri at venda skútuni rætta vegin, tá tað fór at ganga sum rótasúpan kring um landið, at framleiðslan helst mátti flytast av landinum, av vantandi fígging, veit onkur, men fram ímóti mánaðarskiftinum juni/juli 2020 tekur Eysturkommuna djúpt niður í kommunuposan og boðar frá sínum trivaliga stuðuli til verkætlanina. Um sama mundið sendi Runavíkar kommuna eitt tíðindaskriv í umfar undir yvirskriftini: Við eggjartrom. Staðfest verður í skrivinum: “Av heilum huga ynskir Runavíkar kommuna at vera partur av hesum – eisini at vera partur av hinum fíggjarliga høpinum í einum skilagóðum lutfalli.” Retoriskt verður síðani spurt: “Í hesum málinum standa vit við eggjartrom – spurningurin er so, fara vit útav, ella megna vit at syfta okkum inn av tromini aftur?” Eftir samráðingar við Trom-høpið tók býráð okkara eitt ár seinri – hin 24. juni 2021 – einmælt undir við at stuðla verkætlanini fíggjarliga við einari fjórðingsmillión krónum.

Tá so mangt annað skúm er dovnað og foykt burtur, standa bert tey veruligu virðini eftir, tað hava kreppurnar um ikki annað lært okkum. Tá til skarpskeringar kemur, stendur bara undirstøðan eftir – infrakervið. Mál og mentan og alt tað, sum er sprottið úr hesi tjóðskaparligu “ósjónligu” felagsognini, stendur altíð eftir, men høpið hevur tørv á áhaldandi røkt og nýhugsan, skal tjóðin varðveitast í góðum standi, eisini hjá okkara eftirkomarum.

Tað er sum við Støðlafjalli, ið treystliga hyggur niður yvir sóknarbørnini í Gøtu og hábærsliga skoðar yvir okkum, ið búleikast við Skálafjørðin. Vallaða grótrúgvan – ið skilir okkum og samstundis knýtir okkum saman.

Fyri góðum hálvum øðrum ári síðan kendist tað, sum stóðu vit við eggjartrom. Dagurin í dag er staðfestingin av, at viðfødd evnir, treiskni og eirindaleysur vilji altíð sigra umsíðir, um tærið í tí tú fæst við annars er borðbært. Vit fóru ikki útav, men syftu okkum inn av tromini aftur, og tað 

Takk fyri at tit løgdu leiðina hendan vegin, nú bulmikli kyki nýføðingurin, Trom, skal berast fram í ljósan dag á fyrsta sinni.

Enn einaferð - hjartaliga vælkomin og takk fyri at tit bóru okkum hesi boðini í býggj.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

9 Leygardagur 19. februar 2022

Mál um kynsligan ágang Brúnni í Skálavík meldað til løgregluna

Løgreglan hevur fingið fráboðan um kynsligan ágang millum lærara og næming

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan um kynsligan ágang, sum skal vera fram á kristiliga eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík.

Heri Andreassen, kanningarleiðari á løgregluni, váttar fyri Norðlýsinum, at løgreglan hevur fingið fráboðan um kynsligan ágang millum lærara og næming á eftirskúlanum.

Fráboðan kom 13. februar.

Løgreglan arbeiðir víðari við málinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

10 Leygardagur 19. februar 2022

Gongur við ferð við tunlunum norð um Fjall

Fyrsti triðingurin er nú boraður í Hvannastundstunlinum - yvir hundrað metrar vórðu boraðir tilsamans í síðstu viku

(Mynd: articon.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað gongur væl at bora og skjóta fyri teimum báðum tunlunum undir fjall, sum byggifelagið Articon stendur fyri í løtuni.

Landsverk boðar frá, at í viku 6 vórðu 102 metrar boraðir tilsamans, 52 metrar í Hvannasundstunlinum og 50 metrar í Árnafjarðartunlinum. Hetta er nýtt met.

Yvirlitið yvir gongdina á heimasíðuni hjá Landsverk vísir, at í síðstu viku høvdu tey borað 719 metrar í Hvannasundstunlinum har tað tá vóru 1.476 metrar eftir, og sostatt var knappur triðingur nú boraður.

Í Árnafjarðartunlinum eru tey komin nakað styttri, 435 metrar inn í fjallið, og har vóru 1.455 metrar eftir at bora. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

11
Leygardagur 19. februar 2022

Móttøka fyri Vestmenningi í dag

Uppsjóvarskipið, sum nú hevur skift navn frá Christian til Vestmenning, varð latið nýggju eigarunum í vikuni

Christan í dokkini á Skála, har arbeitt verður at handa skipið til nýggju eigararnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Christian úr Klaksvík, sum hevur verið í dokk á Skála, varð í vikuni latin nýggju eigarunum.

Christian varð keyptur til Føroyar úr Íslandi seinast í 2020, av tí at reiðaríið aftanfyri Christian í Grótinum hevði selt skipið Christian í Grótinum til Grønlands. Tískil mátti reiðaríið útvega sær annað skip at fiska kvoturnar til nýbygningurin skuldi yvirtakast. Christian varð keyptur úr Íslandi fyri góðar 35 milliónur krónur.

Hvat skipið er selt til Vestmanna fyri, er ikki komið fram, men í vikuni kom fram, at navnið verður Vestmenningur.

Vestmanna Fiskavirki hevur fingið menningarkvotur, og tí hava tey tørv á einum uppsjóvarskipi.

Móttøka seinnapartin

Vestmenningur kemur til Vestmanna í dag, og í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini klokkan 15. Vestmanna kommuna sigur, at øll eru vælkomin.

Eisini fegnast kommunan um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir.

Nýggi Christian í Grótinum kemur um stutta tíð

Nýggi Christian í Grótinum, sum verður bygdur í Skagen, er við at verða liðugur, og skal eftir ætlan yvirtakast um mánaðarskiftið, sum er ein mánað seinni enn ætlað.

Skipið er tað størsta og dýrasta skipið, sum higartil er bygt hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini skal byggja nýggja Finn Fríða.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

12
Leygardagur 19. februar 2022

Christian í Grótinum farin royndartúr

Christian í Grótinum fór hósdagin royndartúr í sambandi við at skipið er við at verða klárt at lata eigarunum í Klaksvík

Mynd: RCS Photography
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggjasta flaggskipið í føroysku uppsjóvarvinnuni, er nú skjótt klárt at lata eigarunum.

Skipið var í vikuni royndartúr, í sambandi við at seinasta hond verður løgd á skipið.

Christian í Grótinum hevur í vikuni tikið útgerð umborð, og hósdagin fór hann royndartúr, har útgerðin skal roynast og ymsikt annað.

Talan er um eitt skip, sum er heili 90 metrar langt, umleið 18 metrar breitt og kostar umleið 300 milliónir krónur, og er samstundis tað størsta skipið, sum er bygt í Skagen higartil og tað dýrasta.

Nógv fólk vóru umborð í sambandi við at skipið varð royndarkoyrt. Talan er um umboð frá veitarunum, sum hava ymiskt tilknýti til arbeiðið umborð.

Eftir ætlan skuldi Christian í Grótinum latast eigarunum síðst í januar, men hetta varð seinkað nakað, og tí verður skipið eftir ætlan latið eigarunum í Klaksvík um mánaðarskiftið.

Fleiri myndir frá royndartúrinum síggjast á Facebooksíðuni hjá RCS Photography

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

13 Leygardagur 19. februar 2022

Síðsta stigið áðrenn allar avmarkingar verða avtiknar

Í 14 dagar afturat verður hámark fyri hvussu nógv kunnu savnast, men sóttarhaldsreglurnar verða nú aftur linkaðar, soleiðis at bara smittað fólk skulu í sóttarhald. Hini í húskinum skulu ikki í sóttarhald longur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni vóru aftur tillagingar gjørdar í koronutilmælunum frá mynduleikunum. Hetta er seinasta stigið áðrenn øll tilmæli tann 28. februar fara úr gildi.

Hámarkið fyri, hvussu nógv kunnu savnast er framvegis í útgangsstøðinum 100, men annars hava føroyingar livað meira ella minni frítt.

Síðani 1. februar hevur tað kortini verið soleiðis, at tøtt samband við fólk, sum búgva saman við einum smittaðum skulu í sóttarhald, og annars lata seg kanna tríggjar dagar eftir kanningina hjá tí smittaða. Tey sum eru koppsett við øðrum ella triðja priki sluppu undan sóttarhaldi.

Hetta fer nú úr gildi, og tað eru nú einans smittað, sum skulu í sóttarhaldi. Hetta eru fólk sum hava fingið positivt úrsli av eini skundkanning ella eini PCR-aknning.

Tann 28. februar verða allar koronuavmarkingar tiknar av um sjúkrahúsverkið ikki er undir ov stórum trýsti, og at aðrir týdningamiklir stovnar í samfelagnum kunnu hava vanligt virksemi.

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

14 Leygardagur 19. februar 2022

1,2 prosent fleiri løntakarar í januar

Í januar vóru 26.800 fólk í løntakaraskaranum, stívliga 400 fleiri enn í januar í fjør

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar vóru 26.800 fólk í løntakaraskaranum. Tað er stívliga 400 fleiri enn sama mánað í fjør, og svarar hetta til ein vøkstura 1,2 prosent.

Sambært tølum hjá Hagstovuni er januar vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst løntakarum, meðan desember vanliga hevur hægsta talið, og munurin á tølunum frá desember og januar er eisini stórur. Í desember í fjør vóru fleiri enn 28.000 løntakarar.

Í januar vóru 13.600 menn og 13.200 kvinnur í løntakaraskaranum. Talan er um uml. 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri. Býtt í prosentum, umboða menn 50,8 prosent av løntakaraskaranum, meðan hini 49,2 prosentini eru kvinnur.

Sambært Hagstovuni sæst ein javnur vøkstur í almennu og privatu tænastuvinnuni. Løntakarararnir í privatu tænastuvinnunum eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronafarsóttin rakti. Løntakaratalið er tó minkað í byggivinnuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

15 Leygardagur 19. februar 2022

Tórshavnar kommuna avtekur fráfaringaraldurin

- Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni samtykti fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð endaliga av avtaka 70-ára fráfaringaraldurin.

- Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn,

- Men hetta merkir so eisini, at  kommunan má skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað fyri eldri starvsfólk. Fyri mær er ongin ivi um, at vit hava tørv á mongum teirra, sum eru væl fyri, á fleiri arbeiðsøkjum.

Hetta sigur Heðin Mortensen við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Tað var í apríl 2019, at landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, sum nú er borgarstjóri, saman við táverandi fíggjarmálaráðkvinnu, Kristinu Háfoss, mælti til at taka av rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí almenna

Málið hevur síðan verið skuffulagt. Men herfyri heitti ein áhugabólkur á Tórshavnar kommunu at avtaka fráfaringaraldurin. Víst varð til ein fyrispurning á tingi frá Tordi Niclasen til fíggjarmálaráðharran, har kravt varð, at samgongan heldur seg til samgonguskjalið, sum ásetir, at førleiki og ikki aldur skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

- Aldur skal ongantíð vera avgerandi fyri, nær starvsfólk fara av arbeiðsmarknaðinum, tí ongin skal vera fyri mismuni av aldri. Og vit eiga eisini at taka atlit til stóra starvsfólkatrotið, sum er á arbeiðsmarknaðinum. Vit eru samd í, at tað er av størsta týdningi, at Tórshavnar kommuna gongur undan í hesum prinsipiella máli og ikki diskriminerar starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

16 Leygardagur 19. februar 2022

Nú skal heildarætlan fyri Stórutjørn gerast

SNA Arkitektur og MAP Arkitektar hava skrivað undir avtalu at vera ráðgevar í ætlanini, sum millum skal vísa ymsar staðsetingar og tryggja at talan

- Avtalan skal lýsa fortreytir fyri bygging á økinum og eitt uppbýti av økjum, sum tilsamans skulu skapa ein fjøltáttaðan býarpart (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í vikuni varð avtala undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og SNA Arkitektur og MAP Arkitektar í sambandi við heildarætlan fyri Stórutjørn.

Kommunan er byggiharri, og artkitektafyritøkurnar skulu virka sum ráðgevar.

- Avtalan skal lýsa fortreytir fyri bygging á økinum og eitt uppbýti av økjum, sum tilsamans skulu skapa ein fjøltáttaðan býarpart.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Lagt verður afturat, at
ætlanin skal vísa staðseting av vegaføring, parkering, bussleið og bústaðar-, stovns-, vinnu- og ítróttarbýlingar.

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

17 Leygardagur 19. februar 2022

Nýggj løðistøð í Effo í Skálafirði

Nýggja løðistøðin gevur møguleika at løða upp tríggjar ferðir skjótari enn á vanligu skjótløðistøðunum

(Mynd: Effo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er enn styttri millum almennu løðistøðirnar í Føroyum. Á Effo støðini í Skálfirði er nýggj løðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða upp til tríggjar ferðir skjótari enn ‘vanligu’ skjótløðistøðirnar.

Tað skrivar SEV á heimasíðuni.

Løðistøðin, sum er ein alpitronic Hypercharger við trimum DC stikkum, er staðsett inn frá landsvegnum og er lætt atkomulig. Enn hevur ikki verið møguligt at asfaltera økið, men hetta verður gjørt, so skjótt veðrið loyvir tí.

Effo og SEV samstarva um 150 kW skjótløðistøðina, sum ger tað munandi høgligari hjá elbilaeigarum at ferðast um oyggjarnar.

- Effo í Skálafirði hevur nógv ár á baki og er eitt natúrligt knútapunkt fyri ferðslu og orkuveiting, tí er tað sjálvsagt fyri okkum at veita elbilaeigarum hesa tænastu eisini, sigur Janus Thomsen, stjóri á Effo.

Afturat DC skjótløðistøðini er ein AC løðistøð sett upp. Hon er mest ætlað bilum, sum ikki kunnu løða við DC. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

18
Leygardagur 19. februar 2022

Petur Larsen setir ferð á menningina

Robert Andreasen leiðari á menningardeildini hjá Petur Larsen

Robert Andreasen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður 29 ára gamli vestmenningurin Robert Andreasen, sum skal seta enn meira ferð á menningardeildina hjá Petur Larsen. Hann tók við starvinum 1. januar í ár

Petur Larsen setti í 2020 á stovn eina menningardeild við tí í hyggju at menna vørur og útgerð til fiskivinnuna. Petur Larsen hevur longu fingið stórt gagn av Menningardeildini, eitt nú kunnu nevnast nýggja flakamaskinan NEO 189 og Intelligence Kit, sum er ein talgild skipan, ið savnar og skrásetur dátur um framleiðslutól í fiskivinnuni.

Petur Larsen hevur í 50 ár veitt tænastur og tól til fiskivinnuna, altíð við tí í endamáli at betra um framleiðsluna og úrtøkuna hjá kundanum. Menningardeildin er eitt natúrligt vakstrarstig hjá Petur Larsen, sum stendur á søguni hjá felagnum og brýtur nýggjar slóðir fyri fiskivinnuna, kundan og ikki minst okkum øll, sum endakunda.

- Menning er alneyðug. Fyri okkum, fyri kundar okkara og fyri brúkaran. Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.

Vitan og royndir ala fram nýhugsan
Robert Andreasen byrjaði hjá Petur Larsen á vári 2021. Sum útbúgvin maskinverkfrøðingur og við royndum sum verkætlanarleiðari á fiskavirkinum KM-Fish Machinery í Danmark, var menningardeildin rætta arbeiðsplássið fyri unga vestmenningin.

Robert Andreasen umsitur allar verkætlanir frá byrjan til enda, og hevur ein lyklaleiklut í arbeiðnum at eyðmerkja komandi menningarverkætlanir, sum vera valdar og mentar í tøttum samstarvi við starvsfólk, kundar og veitarar hjá Petur Larsen.

- Eg eri takksamur fyri álitið og spentur um at fara í holt við tær ymsu uppgávurnar, ið liggja fyri framman. Menningardeildin hevur fólkið og amboðini til at bera verkætlanirnar á mál, og við góðari hjálp frá Baader monnunum, ið eru úti hjá kundunum hvønn dag, kunnu vit á bestan hátt velja og menna røttu loysnirnar, sigur Robert Andreasen.

Verkætlaninar fyri 2022 eru valdar og menningin er byrjað. Forritarar, teknarar, elektrikarar og smiðir arbeiða saman uppá verkætlanir innan maskinmenning, robottøkni og ymsar el-loysnir, sum bróta upp úr nýggjum. Við vitan, fjøltáttaðum útbúgvingum og royndum vil menningardeildin ala fram nýhugsan.

Baader vitanin er grundin
Baader maskinurnar og viðlíkahaldið av maskinunum er partur av samleikanum hjá Petur Larsen. Royndirnar og vitanin eru grundarsteinurin undir felagnum og hesar royndir verða sjálvsagt gagnnýttar á menningardeildini. Við serfrøði og servitan virka Baader tøkningarnir hjá Petur Larsen sum ráðgevar hjá deildini, har teir umframt serfrøði innan maskinur, hava eina holla og dagførda vitan um avbjóðingar og ynski hjá vinnuni.

Tíðindaskriv frá Petur Larsen 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

19 Leygardagur 19. februar 2022

Skemman verður til Jysk

Umfatandi broytingar skulu henda við handlinum á Hálsi í Havn

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skemman skiftir nú ham innan sum uttan, og umfatandi broytingar verða gjørdar.

Skemman skal nú fylgja nýggju Jysk-ætlanini, nevnd Jysk 3.0, og tað sama skulu allir Jysk handlar gera innan 2024.

Samstundis, sum Skemman er farin undir hesa umbygging, verður søluøkið víðkað við nærum 600 fermetrum. Hettar letur seg gera, tí bæði goymslan og skrivstovan eru flutt í bygningin á Staravegi 5. Goymslan er vorðin væl størri og er nú samlað á einum stað.

Av tí, at goymslan er flutt, ber til at víðka um parkeringsplássið, og tí verða 12 nýggj parkeringspláss gjørd millum Skemmuna og Elektron.

Skemman fær í hesum sambandi eina rættiliga umbroyting. Allur bygningurin verður bjálvaður og klæddur av nýggjum. Handilin verður eisini meira grønur, og farið verður frá olju til fjarhita.

Tað verður lætt atkomiligt um allan handilin, nú ein lyfta kemur í bygningin.

Vit fara at víðka um vøruúrvalið við tí eyðkenda skandinaviska sniðinum av hágóðskuhandverki við reinum linjum og einfaldum sniði í hóvligum litum.

Samstundis, sum handilin letur upp í nýggjum hami, kemur eisini ein nethandil á heimasíðuna hjá Skemmuni.

Handilin og heimasíðan koma í sambandi við navnaskiftið, har handilin fer frá navninum Skemman til JYSK og heimasíðan frá www.skemman.fo til www.jysk.fo .

Tað er framvegis Pf. Skemman, sum eigur og kemur at reka Jysk handilin í Føroyum. Framhaldandi fer handilin at umboða Jysk Nordic, sum Lars Larsen, sáli, stovnaði í 1979.

- So hví Jysk? Við navninum Jysk, vísa vit, at vit eru partur av einari av heimsins størstu handilsketum innan “Scandinavian sleeping and living”. Vit vísa at vit eru við í eini væleydnaðari altjóða verkætlan, har tað nú eru fleiri enn 3.100 handlar í 50 londum við einum starvsfólkahópi sum telur um 26.500 starvsfólk.

- Vit kunnu nú, sum ein leiðandi serhandil innan “Scandinavian sleeping and living” vísa okkum enn sterkari við nýggja navninum “JYSK”, nýggjum handli, nýggjum nethandli og nýggjum vøruúrvali.

Vit gleða okkum til at bjóða viðskiftafólkið okkara inn í okkara nýggja Jysk handil, innan stutta tíð. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

20 Leygardagur 19. februar 2022

KBI yvirtekur Solberg heilsølu

Fyritøkan heldur fram á somu staðseting og við somu starvsfólkum

(Mynd: Leks Advokatfirma)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

KBI í Klaksvík hevur keypt Solberg heilsølu í Kollafirði, sum Henrik Solberg hevur átt og rikið síðan 1993.

Solberg heilsøla er í millum handilsfólk ein væl kend fyritøka, sum veitir vøru til flestu dagligvøruhandlarnar í Føroyum. Í millum størstu vørumerkini hjá Solberg heilsølu eru heimskend merkir sum Duracell battaríir, Osram perur, Gillette rakiútgerð og Elworks EL-útgerð til húsarhald.

Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur, at “Solberg heilsøla fer at halda fram sum áður við somu staðseting og starvsfólkum, tó við tí broyting at tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælumtøktu heilsøluna frá Henrik Solberg. Vit eru glað fyri hendan møguleikan at vaksa um KBI samtakið. Solberg heilsøla er í millum sínar vinnukundar kend fyri at veita eina góða tænastu, og soleiðis verður eisini framyvir”.

Henrik Solberg, sum nú hevur selt sítt lívsverk, er sera fegin um, at Solberg fer at halda fram sum áður, og er samstundis eisini glaður fyri, at starvsfólkini nú kunnu halda fram í KBI samtakinum, har tey er kend fyri at hava ein góðan starvsfólkaanda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

21 Leygardagur 19. februar 2022

820 milliónir útgoldnar í januar

Síðani á heysti 2020 hevur lønarvøksturin í Føroyum verið rættiliga javnur, upplýsir Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í januar vórðu knappliga 820 milliónir krónum útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað eru nærum 50 milliónir krónur meira í mun til sama mánað í fjør, ella ein vøkstur upp á 6,2 prosent. Men tað er eisini væl minni enn mánaðin frammanundan.

Í desember vóru 1.050 milliónir útgoldnar í lønum, og tað var fyrstu ferð, at tað vórðu útgoldnar yvir milliard í lønum í ein mánaða.

Hagstovan skrivar, at trendurin vísir, at lønargjaldingar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, og vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið rættiliga javnur síðani. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Menninir 485 og kvinnurnar 332 milliónir
Í januar áttu menninir um 485 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 59 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 32 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 332 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari og aðrari tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur, skrivar Hagstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

22 Leygardagur 19. februar 2022

Løgmansskrivstovan blakar róðrarfelagið Knørr út

Løgmansskrivstovan skal brúka Evensens pakkhús til viðarbular til Stokkastovu á Tinganesi. Uppsøgnin er ein vanlukka fyri róðrarfelagið, sum hevur leigað hølini síðani 2010. Knørrastuðlar savna undirskriftir

(Mynd: Petur í Gong)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit, knørrastuðlar, heita á løgmann sum verja hjá føroyskum ítrótti um at gera ávirkan sína galdandi, so at fyrisiting hansara, Løgmansskrivstovan, tekur aftur uppsøgn sína av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi. Uppsøgnin er ein vanlukka fyri felagið og tann ungdóm, sum í felagnum er sloppin at royna seg í leikum og at venja seg við bát og sjógv.

Soleiðis stendur í undirskriftainnsavnan, sum Knørrastuðlar hava stáplað upp á beinini síðani tað í vikuni frættist, at Róðrarfelagið Knørrur er blakað út úr hølunum, sum felagið hevur leigað siðani 2010. 

Róðrarfelagið Knørrur hevur síðan 2010 leigað kjallaran í Evensens pakkhúsi, har tað hevur hýst bátum og manningum sínum. Samstundis hevur felagið alla sína tíð arbeitt hart fyri at fáa egið neyst, og eftir 35 árum eydnaðist tað í vetur umsíðir at fáa eitt grundstykki í Álakeri. Ætlandi kunnu bátarnir koma inn um trý ár.

[object Object]Krúnprinsafamiljan í Evensens pakkhúsi í 2018 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Viðarbular skulu inn
Í upplýsingunum til undirskrifta innsavningina verður sagt, at Løgmansskrivstovan í heyst segði upp sáttmálan við Róðrafelagið Knørr um Evensens pakkhús við virknaði frá 1. apríl í ár. 

- Frá hesum degi er felagið ein sigoynari í egnum býi, siga knørrastuðlar.

- Við virksemi sínum er tað óloysiliga bundið at sjóvarmálanum og má tí hava hølir, sum liggja við sjógvin. Slík hølir eru ógjørlig at finna í Havn, og uppsøgnin í Evensens er tískil vanlukkulig.

Tey heita á løgmann sum verja hjá føroyskum ítrótti, um at gera sína ávirkan galdandi, so at Løgmansskrivstovan tekur aftur uppsøgn sína av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, so at felagið sleppur at hava tak yvir høvdið, inntil tað um trý ár hevur egin hølir.

- Eitt ítróttafelag, sum í samfull 35 ár hevur givið túsundum av ungdómum møguleikan at hava ár í hond, hevur betur uppiborið enn hetta. Kortini hevur Løgmansskrivstovan syrgt fyri, at um stutta tíð standa allir knørrabátar á gøtuni. Til fyrimunar fyri nakrar viðarbular, sum kunnu hýsast, hvar tað skal vera, verður sagt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

23 Leygardagur 19. februar 2022

Rógvi Jacobsen býráðslimur í nakrar mánaðir

Hann tekur sæti fyri Anniku Steintórsdóttir Biskopstø, sum er farin í barnsburðarfarloyvi

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mánadagin var Rógvi Jacobsen á sínum fyrsta nevndarfundi í býráðnum, har hann hevur tikið sæti sum fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Fyrst valdi býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, er farin í barnsburðarfarloyvi, og Rógvi Jacobsen hevur nú tikið sæti fyri hana í býráðnum, umframt í hesum nevndum: Heilsunevndin, Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin Børn og ung, Trivnaðarnevndin Eldri og bústaðir og Umhvørvis- og býarskipanarnevndin.

Í mun til býráðsarbeiðið er kanska áhugavert at nevna, at Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár, frá 1997 til 2020, harav 8 ár sum borgarstjóri árini 2001-2008. 

Sostatt kann staðfestast, at Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann fyri fyrstu ferð tikið sæti, skrivar Klaksvíkar kommunua. 

Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.

- Hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, men eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur Rógvi Jacobsen.

Væntandi verður avloysaratíðarskeiðið fram til í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

24 Leygardagur 19. februar 2022

Annika fyrsti býráðslimur í Klaksvík sum fer í barnsburðarfarloyvi

- Eg haldi sjálvandi, at tað er ordiliga stuttligt, men tað setur eisini nakrar tankar í gongd viðvíkjandi kvinnuumboðanini og kanska eisini aldursbólkin, kvinnur í barnførum aldri, sigur Annika Biskopstø, ið varð vald inn fyri fyrstu ferð í 2020

(Mynd: Klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg haldi sjálvandi, at tað er ordiliga stuttligt, men tað setur eisini nakrar tankar í gongd viðvíkjandi kvinnuumboðanini og kanska eisini aldursbólkin, kvinnur í barnførum aldri. Eg kann bara svara fyri mítt viðkomandi, at eg haldi avgjørt, at tað hevur týdning, at eitt býráð er umboðað við báðum kynum, ymiskum aldursbólkum og ymiskum áhugamálum. Á hendan hátt fáa vit, sum býráð, umboðað borgararnar meira breitt, og tað haldi eg er ordiliga umráðandi.

Soleiðis sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, ið nú er vorðin søgulig: Tað er fyrstu ferð í býráðssøguni hjá Klaksvíkar kommunu, at ein býráðslimur fer í barnsburðarfarloyvi.

Annika S. Biskopstø sigur við klaksvik.fo, at hon ikki var greið yvir, at hon nú skrivar ein nýggjan kapittul í býráðssøguni í kommununi, og eisini at hon hevur fleiri mál, sum hon fylgir.

- Eg havi hetta síðsta árið lært ómetaliga nógv og arbeitt við nógvum spennandi málum. Her vil eg serliga taka álitið um matarskipanina fram sum eitt mál, ið hevur verið spennandi, og sum bara kann mennast enn meira. Tí verður tað eisini spennandi at fylgja viðgerðini av álitinum. 

- Eisini gleði eg meg at fylgja gongdini við útbyggingina av bókasavninum. Fleiri fermetrar vera at húsast í, har betur møguleiki verður fyri m.a. spæli, skapandi menning, djúphugsni og hugnaligum lesikrókum, sum serliga er ætlað smæstu borgarunum og familjum teirra.

Annika S. Biskopstø sigur, at hon sjálvsagt hevur nógv fleiri mál, sum hon ynskir framd í hesum valskeiðinum, men at hon eisini trygt letur uppgávuna víðari til næstvalda á tjóðveldislistanum, Rógva Jacobsen. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

25 Leygardagur 19. februar 2022

Nýggjur verkætlanarleiðari hjá Landsverki

Sigurð Ó. Vang gevst sum mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsverk hevur í dag sett Sigurð Ó. Vang í starv sum deildarleiðara fyri verkætlanardeildina.

Herfyri søkti stovnurin alment eftir leiðara til nýggju deildina, sum er miðdepilin fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanir hjá stovninum. Nýggju umsóknir komu til starvið, og setanarbólkurin hevur í dag kunngjørt, at tað er 48 ára gamli Sigurð Ó. Vang, sum fer at leiða deildina. 

Sigurð Ó. Vang er útbúgvin cand.merc.jur., og hevur seinastu árini verið mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, og starvaðist undan hesum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Sigurð Ó. Vang byrjar í leiðarastarvinum hjá Landsverki 1. mai. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

26 Leygardagur 19. februar 2022

Skal skipa ungdómstilboð í Fuglafirði

Durita Samuelsen er sett sum leiðari fyri nýggja ungdómstilboðnum hjá Fuglafjarðar kommunu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í mars byrjar Durita Samuelsen í starvinum sum leiðari fyri nýggja ungdómstilboðnum, sum Fuglafjarðar Býráð hevur játtað at seta í verk.

Talan er um eitt nýtt starv, og væntandi verður fyrsta tíðin í starvinum brúkt til, saman við teimum ungu, skúla og øðrum áhugabólkum at lýsa, hvussu ungdómstilboðið skal skipast, og hvar tey skulu húsast.

Durita er 36 ára gomul og cand.mag. í sálarfrøði og námsfrøði. Hon bleiv í 2017 sett sum verkætlanarsamskipari fyri Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu, og hevur saman við teimum ungu umskipað tilboðið fyri Klaksvíkar kommunu. Seinasta árið hevur Durita virkað sum samskipari á trivnðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu.

Durita brennir fyri ungdómsarbeiðinum, og sær tað sum eina spennandi uppgávu, saman við teimum ungu, at vera við til at skapa bæði karmarnar og innihaldið í nýggja ungdómstilboðnum hjá Fuglafjarðar Kommunu

Durita byrjar í starvinum 1. mars 2022. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

27 Leygardagur 19. februar 2022

1.b hjálpir yvir 200 neyðstøddum børnum

Reyði Krossur savnar enn pening til at bøta um vanlukkuligu støðuna í Afghanistan

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í hesum døgum hava næmingar í 1.b í Skúlanum á Fløtum í Havn savnað pening at lata til hjálparátøk í Afghanistan.

Tey hava millum annað savnað áleið 4.000 fløskur, sum vórðu seldar fyri næstan 9.000 krónur.

Í vikuni handaðu børnini errin ein kekk til næstformannin í Reyða Krossi, Torfinn Højgaard.

Við hesum stuðli fær Reyði Krossur eitt nú veitt mat til áleið 180 neyðstødd børn í Afghanistan í ein mánað, umframt bráðfeingis læknahjálp til 25 børn.

- Vit halda, at børnini í 1. b eru heilt ómetaliga røsk, og eru sera takksom fyri teirra hjálp, skrivar Reyði Krossur á Facebook.

Enn ger hendan sera álvarsama humanitera kreppan um seg í Afghanistan. Tí verður framvegis heitt á øll áhugað um at lata eina upphædd eftir ynski á konto í peningastovni og viðmerkja "Afghanistan". Kontunummrini eru hesi:

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Dømi: 350 krónur røkka eitt nú til at tryggja læknahjálp til eitt barn umframt mat til sjey børn í ein mánað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

28 Leygardagur 19. februar 2022

Fróðskaparsetrið fingið tveir nýggjar lektarar

Ragnheiður Bogadóttir og Heini í Skorini eru framflutt frá adjunkti til lektara

(Mynd: Finnur Justinussen/setur.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið tveir nýggjar lektarar.

Undan jólum varð Ragnheiður Bogadóttir framflutt frá adjunkti til lektara, og í seinastu viku varð Heini í Skorini somuleiðis fluttur frá adjunkti til lektara, skrivar Fróðskaparsetrið.

Eftir loknan ph.d.-lestur vórðu bæði tvey sett í starv sum adjunktar í 2017, og tey hava síðani tikið við sum útbúgvingarleiðarar. Nú kunnu tey bæði so kalla seg lektarar.

Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt frá adjunkti til lektara og síðani til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er eitt føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.

Nevndin skal síðani meta um umsøkjaran út frá fýra atlitum – vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðlan av gransking og fyrisitingarligar royndir, og tvær samdar metingarnevndir mæltu í báðum førum til, at Ragnheiður Bogadóttir og Heini í Skorini lúka neyðugu treytirnar.

Í metingarnevndini hjá Ragnheiður vóru Susan Paulson, professari á Florida University, Thomas Skov Grindsted, lektari á Roskilde Universitet og Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya. 

Í metingarnevindini hjá Heina vóru Frederik Stjernfelt, professari á Aalborg Universitet, Anne Stensvold, professari á Oslo Universitet og Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

29 Leygardagur 19. februar 2022

Hóraldur pensioneraður

Hátíðarløta var á Náttúruvísindadeildini í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ár

(Mynd: Setur.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í síðstu viku var ein lítil hátíðarløta á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ára gamal, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Hóraldur er útbúgvin kemikari og byrjaði at arbeiða á Náttúruvísindadeildini í 2008. Hesi 14 árini, sum hann hevur starvast sum lektari á Setrinum, hevur hann undirvíst í evnafrøði, og hevur hann eisini havt ábyrgdina av fakunum "Aling" og "Fróðskaparhegni".

Árini 2007 til september 2017 var Hóraldur útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum. Áðrenn Hóraldur varð settur í starv á Náttúruvísindadeildini, var hann leiðari fyri granskingarkjarnanum fyri biotøkni, sum seinastu árini helt til á Náttúruvísindadeildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

30 Leygardagur 19. februar 2022

Peningastovnarnir menna nýggjan netbanka

Nú verður farið undir at brúka Samleikan sum innritanarloysn

(Mynd: Banknordik)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku peningastovnarnir menna í løtuni ein nýggjan Netbanka til viðskiftafólkini. Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatum viðskiftafólkum at royna nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Eftir ætlan skulu allir føroyingar hava skift til nýggja Netbankan í vár.

Peningastovnarnir fara nú undir at brúka Samleikan, tá ið viðskiftafólk skulu skriva undir lán og aðrar avtalur. Í tí sambandi heita peningastovnarnir á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg sum brúkara.

Longu nú ber til hjá privatkundum at royna nýggja netbankan á teldu og appini á iPhone. Allar funkur eru ikki liðugt mentar, og væntast kann tí, at tillagingar verða gjørdar komandi tíðina. 

Appin verður eisini klár til Android-telefonir í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

31
Leygardagur 19. februar 2022

Bakkafrost eigur lut í innstilling til stóra matvirðisløn

Talan er um serligan royktan laks úr Hebridunum hjá Scottish Salmon Company

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bakkafrost er innstillað til eina heiðurliga virðisløn, tá tað snýr seg um matvørur av heilt serligari góðsku. Tað vil siga, at tað er felagið hjá Bakkafrost í Skottlandi, Scottish Salmon Company, sum framleiðir vøruna, ið er innstillað til eina Seafood Excellence Award.

Avgerðin um hvør fær heiðurin verður tikin undir messuni Seafood Expo North America/Seafood Processing North America í Boston 13. mars.

Vøran, sum talan er um, er ein royktur laksur, kallaður Native Hebridean. Laksurin verður royktur á SSC Harris & Lewis Smokouse í Isle of Lewis á Hebridunum.

Roykingin fer fram í siðbundnum steinovnum, og brennið er av brúktum whiskytunnum.

Su Cox, sum er menningar- og samskiftisstjóri hjá Scottish Salmon Company, sigur soleiðis við Fish Farmer Magazine:

- Native Hebridean er veruliga nakað heilt serligt. Henda tilnevningin er ein viðurkenning av okkara vørum frá teimum bestu kokkunum. Hetta er ein skotskur gloypibiti við rót langt aftur í søguna hjá Hebridunum og skotsku vesturstrondini. Av sonnum ein hebridisk hetja.

Í fjør vann Native Hebridean heiðurslønina Great British Food Award.

Hinar vørurnar, sum eru innstillaðar at vinna Seafood Excellence Award í “foodservice”-bólkinum eru “Chesapeake Bay Panko Breaded Oysters” hjá Handy Seafood, “Cobia Panko Bites” hjá Natuno USA og “Seagrove Ribbon Kelp” hjá Seagrove Kelp Co.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

32
Leygardagur 19. februar 2022

Fiskimálaráðið játtað pening til tríggjar nýggjar verkætlanir

Níggju verkætlanir høvdu áður fingið tilsøgn um framhald eftir 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til tríggjar nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2022.

Hesa ferð komu 20 nýggjar umsóknir inn. Harafturat vóru níggju verkætlanir, sum áður høvdu fingið tilsøgn um framhald eftir 2021.

Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Raðfest øki eru royndarveiða og virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.

Við støði í, at játtanin til Fiskivinnuroyndir var munandi lækkað, og tað samstundis vóru umsóknir, sum høvdu fingið tilsøgn um framhald, vóru einans 1,25 mió. tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2022. Stýrið mátti tí raðfesta umsóknirnar og eisini umsóknir, sum í prinsippinum vóru stuðulsverdar, máttu sýtast.

Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið innstillaði til landstýrismannin, at tríggjar nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær níggju, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, verða stuðlaðar.

Verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul:

[object Object]

Tær, sum fáa játtað framhald:

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

33 Leygardagur 19. februar 2022

Lógartænastan eftirkannað 234 uppskot

Lógartænastan eftirkannaði 93 prosent av uppskotunum innan 5 dagar, og 99 prosent av uppskotunum innan 8 dagar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 234 uppskot í løgtingsárinum 2020. Tað er tíðarskeiðið frá 29. juli 2020 til 28. juli 2021.

Lógartænastan eftirkannaði 93% av uppskotunum innan 5 dagar, og 99% av uppskotunum innan 8 dagar.

Eisini í tingárinum 2020 var neyðugt við fleiri covid-lógum og kunngerðum. 14 løgtingslógir, 14 kunngerðir og 13 bekendtgørelser vórðu sett í gildi, sum høvdu við farsóttina at gera. Lóggávan fevnir um ymisk hjálparátøk og tillagingar orsakað av smittuni. Talan er um lóggávu, sum er sett í gildi eitt avmarkað tíðarskeið. Tí hevur í nøkrum førum verður neyðugt at leingja um gildi á lóggávuni, og í øðrum førum at gera nýggja lóggávu, tá ið ein eldri lóggáva er farin úr gildi.

Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2020, sum Lógartænastan gevur út.

- Hetta er sjeynda ársfrágreiðingin um eftirkanningar hjá lógartænastuni. Endamálið er at kunna stjórnarráðini um ymiskt viðvíkjandi lógarsmíði, at siga frá okkara royndum, og hvussu eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein deildarstjóri á Lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin vísir millum annað á, at ov nógv uppskot hjá landsstýrinum framvegis ikki verða løgd á almenna ummælisportalin. Lógartænastan heitir tí á stjórnarráðini um at minnast til, at øll uppskot hjá stjórnarráðunum eisini skulu leggjast á ummælisportalin, umframt at stjórnarráðini senda uppskot beinleiðis til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.

Sum høvuðsregla eiga uppskot at verða send til ummælis í 4 vikur. Ársfrágreiðingin vísir, at ein triðingur av øllum uppskotunum hava havt tilmæltu ummælistíðina upp á fýra vikur. Hetta er ein framgongd í mun til tingárið 2019, tá ein fjórðingur av uppskotunum høvdu tilmæltu um­mælistíðina. Hetta er avgjørt ein bati, men tó ikki nøktandi. Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at eins og fyri tingárið 2019 er tað framvegis ein knappur triðingar av øllum uppskotunum, sum ikki hava havt nøktandi ummælisfreist. Orsøkirnar eru ymiskar, men lógartænastan mælir stjórnarráðunum til at leggja seg eftir í minsta lagi at hava eina ummælisfreist uppá 14 dagar.

Lógartænastan eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið ella kunngjørd. Hetta inniber øll uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli, samtyktar, kunngerð, rundskriv, leiðbeining, bekendtgørelse, lovbekendtgørelse og anordningsbekendtgørelse.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

34 Leygardagur 19. februar 2022

– FAS-skipanin er grundarlagið fyri einum føroyskum handilsflota

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) hevði aðalfund fríggjadagin

Í nevndini hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip sita Jens Meinhard Rasmusesn, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Álvur Højgaard (Mynd: Vinnuhúsið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 11. februar hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Jens Meinhard Rasmussen, formaður legði fram ársfrágreiðing felagsins, har hann legði stóran dent á týdningin av eini kappingarførari FAS-skipan, um Føroyar skulu hava ein altjóða handilsflota.

Seinastu tíðina hevur FAS-skipanin verið nógv viðgjørd alment, og ført hevur verið fram, at FAS-skipanin hevur ávísar vansar, um hon ikki verður umsitin á rættan hátt. RFH tekur fult undir við, at landsins myndugleikar hava eftirlit við hesi skipan og harvið forða fyri møguligari misnýtslu. RFH metir, at um myndugleikar ynskja at kanna FAS-skipanina nærri, eru tað í størri mun aðrar skipanir kring FAS, sum tørvur kann vera at hyggja at, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Felagið mælir tí til, at bæði FAS-skipanin og aðrar atknýttar skipanir verða endurskoðaðar. Tað er eitt nú sera týdningarmikið, at eftirlitið við skipanini verður styrkt, so myndugleikar kunnu útinna eitt betri og meira fullfíggjað eftirlit.

– Reiðarí hava ábyrgd at tryggja, at virksemi, rakstur og menning fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt, sum er burðardyggur sosialt, fíggjarliga og í mun til umhvørvið, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

35 Leygardagur 19. februar 2022

Aftur PISA-kanning í 9. flokki

PISA-kanningin var sett at vera í 2021, men varð útsett til í ár. Hetta er sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í tíðarskeiðnum 7. mars til 1. mai fara 9. floks næmingar aftur til PISA-kanning. PISA-kanningin var upprunaliga sett at verða í 2021, men orsakað av covid-19 varð hon útsett til í ár.

Fyrsta PISA-kanningin var í 2000, og hon hevur verið hildin triðja hvørt ár síðan. Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2006, og tað er sostatt sjeyndu ferð, at føroyskir næmingar taka lut í kanningini, telja vit undankanningina frá 2005 við.

PISA er ein altjóða kanning um vitan og kunnleika hjá 15 ára gomlum næmingum, sum OECD skipar fyri. Endamálið við kanningunum er at geva eina mynd av, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum og duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á almennar førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika um heimlig umhvørvi.

Høvuðsevnið í ár verður støddfrøði, og serevnið verður “skapandi hugsan”.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

36 Leygardagur 19. februar 2022

Kinna Poulsen fær starvsløn í eitt ár

Mentanargrunnur Landsins hevur veitt 35 listafólkum tilsamans 3,5 milliónir í starvslønum og fýra listafólkum íverksetanarstuðul

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan.

Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 milliónir krónur.

Grunnurin lat í ár slakar 3,5 milliónir krónur til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 38 umsøkjarar starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul.

Nevndin hevur á fundi tann 28. januar avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

1 ár: Kinnu Poulsen (bókmentir og myndlist)

6 mánaðir: Kim Simonsen (bókmentir)

Hesi fimm fingu starvsløn í fýra mánaðir: Anton Petersen, Bartal Augustinussen, Elin á Rógvu, Gudmund Helmsdal og Maria Tórgarð

Hesi tíggju fingu starvsløn í tríggjar mánaðir: Dánjal D. á Neystabø, Fríða M. Brekku, Lena Nicolajsen, Niclas Johannesen, Olaf H. Johannesen, Ole Wich, Páll Oddur Rubeksen, Rannvá G. Niclasen, Sissal Kristiansen og Trygvi Danielsen

Hesi átjan fingu starvsløn í tveir mánaðir: Annfinnur Heinesen, Beinir Bergsson, Birita Adela Davidsen, Bruno M. Eysturstein, Dan Helgi H. í Gong, Durita Dahl Andreassen, Edvard Sofus Olsen, Jon Hansen, Katrin Joensen-Næs, Lasse Thorning Jæger, Mariann Hansen, Oddfríður Marni Rasmussen, Ólavur Sverri T. Thorsteinsson, Pauli Nielsen, Rannvá Holm Mortensen, Tórður Johannesarsson, Turið Sigurðardóttir og Vár Bech Árting

Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.

Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4, ið siga:

“Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.”

Grunnurin fekk 15 umsóknir um íverksetanarstuðul. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 krónur og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íverksetanarstuðul:
Fríði Djurhuus (tónlist)
Per IngvaldiHøjgaard Petersen (tónlist)
Jenný Kragesteen (pallist)
Jan Rúni Poulsen (tónlist)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

37 Leygardagur 19. februar 2022

Stella Polaris: Sway vann fyrstu virðisløn

Á seinna degi av tónleikakappingini kappaðust luttakarar í aldursbólkinum 18-24 ár – Triðja virðisløn fór til TeleMama, og onnur virðisløn varð handað Ayphin

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var annar og seinasti dagur av tónleikakappingini Stella Polaris, har aldursbólkurin 18-24 ár framførdi í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Dómsnevndin, ið var mannað av Magnus Johannessen, Mariu Guttesen, Høgna Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólju Jacobsen, høvdu ta tørføru uppgávu at kjósa bestu luttakararnar.

Avgjørt var at geva triðju virðisløn til TeleMama, onnur virðisløn varð handað Ayphin, og vinnarin gjørdist bólkurin Sway.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.

[object Object]Sway

[object Object]
Ayphin

[object Object]
TeleMama



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

38 Leygardagur 19. februar 2022

Stella Polaris: Ikki nøkur løtt uppgáva at kjósa vinnarar

Vinnarar í aldursbólkinum til og við 17 ár gjørdust Sophilia Alicia Wraae Mukisa, Maria Petersdóttir Gaardbo, og bólkurin iKai

(Mynd: Tórshavnar Musikkskúli)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris var fríggjadagin, tá aldursbólkurin til og við 17 ár framførdi í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Edith Dahl Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar. Í dómsnevndini sóta Magnus Johannessen, Maria Guttesen, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen.

Triðja virðisløn varð latin Sophilia Alicia Wraae Mukisa. Onnur virðisløn varð latin Mariu Petersdóttir Gaardbo, og vinnarin gjørdist bólkurin iKai.

Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.

[object Object]
Ovast bólkurin iKai, í miðjuni Maria Petersdóttir Gaardbo og niðast Sophilia Alicia Wraae Mukisa

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

39 Leygardagur 19. februar 2022

Føroya Symfoniorkestur aftur á pall

Symfoniorkestrið spældi í Løkshøll í gjárkvøldið og verður aftur at hoyra í Hátúni í dag

Jóhannes Andreassen, solistur (Mynd: Leivur Thomsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Orkestrið framførdi Beethoven í Løkshøll fríggjakvøldið og í Hátúni í dag. Catherine Larsen-Maguire stjórnar orkestrinum og Jóhannes Andreassen er solistur.

Ludvig Van Beethoven er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, ið verða framførd, eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin.

Í 2020 vóru tað 250 ár síðan Ludwig Van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi.

[object Object]Catherine Larsen-Maguire

Gestadirigentur
Hesaferð fær orkestrið vitjan av dirigentinum Catherine Larsen-Maguire.

Catherine er ættað úr Onglandi og er búsitandi í Berlin.  Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.

Føroyskur solistur
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4.

Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.

Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.

Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

40 Leygardagur 19. februar 2022

Sement: Tríggir teir bestu bólkarnir sleppa at taka upp í Studio Bloch

Theodor Kapnas fer at vera teknikkari og framleiðari og miksa hjá øllum trimum bólkunum, og aftaná fer George Nertantzis úr Grikkalandi at mastera tónleikin hjá teimum. Eisini vera aðrir møguleikar til bólkarnir, ið enda í topp trý. Freistin at melda seg til Sement er um tvær vikur

Mynd: Ólavur Frederiksen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í ár forkela vit nummar 1, 2 og 3 við upptøkum í helst Føroya besta studio: Studio Bloch

Soleiðis skrivar Tórsgøta í tíðindaskrivi um Sementkappingina í dag. Har verður kunngjørt, at Theodor Kapnas fer at vera teknikkari og framleiðari og miksa hjá øllum trimum bólkunum, og aftaná fer  George Nertantzis úr Grikkalandi fer at mastera tónleikin hjá teimum

- Teir báðir, Theodor og George síggja hetta sum ein heiður, og lova at leggja alla orku í at bólkarnir fáa best hugsandi úrslit.

  - Sostatt vinna nummar 1, 2 og 3 upptøkur, framleiðslu, miksing OG mastering. Og fyri tað ikki skal vera lygn, so kunnu bólkarnir flyta inn í Studio Bloch dagin fyri upptøkurnar, gera klárt og venja í Studio Bloch. Harvið fer ongin tíð til spillis við at seta upp og gera klárt.

Studio Bloch fer eisini at skipa fyri eini "lurtisessión", tá tónleikurin er liðugur og útgivin. Lurtisessiónin verður fyri innbodnum gestum sum til dømis tíðindafólki, festival- og konsert fyriskiparum, FMX og øðrum týðandi fólkum innan tónleikavinnuna. 

Hetta kann geva timum trimum bólkunum, ið standa seg best í kappingini, góðar møguleikar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

41 Leygardagur 19. februar 2022

Dizzy Mizz Lizzy givið avboð til Voxbotn

Høvuðsnavnið á ársins konsertdegi í Vágsbotni kemur ikki kortini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit harmast um, at Dizzy Mizz Lizzy tíverri hevur givið avboð til Voxbotn 2022.

Tað skrivar Voxbotn í fráboðan. Danski rokkbólkurin Dizzy Mizz Lizzy er eitt av høvuðsnøvnunum á konsertdegnum, sum verður 25. juni.

- Koronustøðan og nógvu avlýsingarnar og flytingarnar seinastu tvey árini hava havt við sær eitt stórt puslispæl. Tað merkir, at vit tíverri mugu avlýsa konsertina á Voxbotn, skrivar Dizzy Mizz Lizzy á sínari Facebooksíðu.

- Vit vóna at tit skilja støðuna, og vit gleða okkum at koma til Føroya so skjótt tað letur seg gera, sigur rokkbólkurin.

Fyrireikararnir av Voxbotn siga, at tað ber til at fáa endurgjald, um ein ikki ynskir at luttaka á konsertdegnum orsakað av avlýsingini. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá Voxbotn, og freistin er 20. februar.

- Vit gleða okkum tó til enn eitt Voxbotn 2022 brak og fara at kunngera enn fleiri nøvn skjótast gjørligt, siga fyrireikararnir.

Nøvnini sum Voxbotn hevur eftir á plakatuni eru Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungewaag, Safir, Rasmusen Hagen og Brimheim.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

42 Leygardagur 19. februar 2022

Hans Pilgaard í Norðurlandahúsinum við nýggjum fyrilestri

Føroyavinurin hevur nógv upp á hjarta, og hevur samansett ein sera áhugaverdan og stuttligan fyrilestur – ella sýning, ið er sera viðkomandi fyri tað sum gongur fyri seg í dagsins samfelag

(Mynd: Rune Nygaard)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dámligi og væl kendi, danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, verður nú at hoyra og síggja í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 7. apríl. Tað verður bert ein sýning og atgongumerkini fara til sølu á nlh.fo fyrsta dagin.

Føroyavinurin hevur nógv upp á hjarta og hevur samansett ein sera áhugaverdan og stuttligan fyrilestur – ella sýning, ið er sera viðkomandi fyri tað sum gongur fyri seg í dagsins samfelag.

Soleiðis fortelur hann heilt stutt um sýningina:

”Bardagin fyri einum stuttligari lívið”

Lívsgleðin hevur trong kor, í einum heimið av veðurlags vanlukkum, ”vit og tit” kjakið og við forsetum við stórlætiskenslum.

Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina orduliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu. Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómur stórtrívist, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta.

Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var... ella er hann?

Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.

Bardagin fyri einum stuttligari lívið er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.

Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum, nemliga bardagan um eitt stuttligari og meir autentiskt lív.

Og tað er ein bardagi; men tað er ein bardagi, som er verdur at gerast partur av í staðin fyri at standa sum áskoðari og hyggja at.

Ein sera hugvekjandi fyrilestur og sýning, ið vekjur látur, umhugsni og vón.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

43 Leygardagur 19. februar 2022

Sáttmáli undirskrivaður um vindmyllulund í Flatnahaga

Tær seks vindmyllurnar, sum verða settar upp í Flatnahaga, fara at framleiða tað, sum svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Herfyri varð arbeiðið sett í gongd at gera nýggja vindmyllulund í Flatnahaga oman fyri Havnina. Og í vikuni varð endaligur sáttmáli undirskrivaður, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Talan er um uppseting av seks Enercon vindmyllum á 3MW, tilsamans 18MW, sum fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá SEV. Tað svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum.

Hetta er sostatt eitt stórt grønt stig tann rætta vegin. Tað tók langa tíð at fáa øll loyvi. Parturin hjá kommununi hevur verið at leiga lendið og at vera byggimyndugleiki.

Talan hevur verið eitt framúr gott samstarv og í dag varð endaliga avtalan millum Tórshavnar kommunu og Pf. Flatnahaga, sum er eitt felag hjá Magn, undirskrivað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

44 Leygardagur 19. februar 2022

Kann gasstørvurin í Evropa gera Føroyar áhugaverdar?

Oljufeløg hava fyrr rakt við gass í føroysku undirgrundini. Kann stóri eftirspurningurin eftir gassi í Evropa, heldur enn frá  Russlandi, fara at varpa ljós á aftur møguleikar at finna bæði gass og olju við Føroyar?

Anne Marie brunnurin vestan fyri markið vísti nógv gass, tá oljufeløgini gjørdu av at gevast við boringini, tí fleiri pengar vórðu ikki settir av til at halda fram. Hann liggur tætt við bæði olju- og gassfund, sum eru gjørd bretsku megin markið, eitt nú Cambo, Tornado, Rosebank og Laggan Tormore.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greining. Spurningurin um týdningin gass hevur og fer at hava fyri eitt nú búskapin í Vesturheiminum,  hevur nú í eina tíð staðið ovast á breddanum í fleiri  ES londum, sum av álvara eru farin at bera ótta fyri, hvat fer at henda, um londini verða enn meira bundin at gassi úr Russlandi. Framstandandi leiðarar í Vesturheiminum og nú seinast leiðslan í ES við Ursula van der Leyen á odda hava gjørt vart við álvarsligu støðuna, sum londini kunnu koma í, um Russland sleppur at brúka gass sum vápn í geopolitiskum støðum.

So seint sum mánadagin gjørdi hon vart við, at ES hevur tikið upp samráðingar við bæði Norra og USA um at fáa atgongd til meira gass í framtíðini. Um somu tíð, sum hetta hendir, eru vit vitni til, at ES nevndin hevur lagt uppskot fram um at góðkenna eitt nú gass sum grøna orku tó undir ávísum fortreytum.

Uttan mun til hvat hendir í Ukraina, so hevur støðan har skapt eina slíka røring og óvissu, at ES og eisini onnur lond uttan fyri felagsskapin fara at gera tað tey eru ment fyri komandi árini at gera seg minni bundin ella tengd at russiskum gassi.

Vit hava so eisini sæð, at tørvurin á gassi, ikki minst nú lond stongja kjarnorku- og kolaorkuverk, bara veksur. Hóast varandi orkan veksur, so ganga mong ár, áðrenn hon í nóg stóran mun megnar at avloysa aðrar orkukeldur.

Útmeldingarnar frá ES nevndini fara tí uttan iva at økja um íløgur í bæði leiting eftir og útbyggingar av gassleiðum í Evropa og her ikki minst í Norðsjónum og á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

Vit hava eisini longu hoyrt stjóran í heimsins størsta orkufelag Shell úttalað, at felagið ætlar at savna seg um møguleikarnar fyri at økja um gassframleiðsluna í Norðsjónum og nærhendis.

Fyri Føroyar, sum síðani ár 2000 hava havt hurðarnar opnar fyri olju- og gassleiting, kann núverandi gongdin við tørvinum á gassi møguliga koma at hava týdning, og ein kann seta spurningin:  Kann  vaksandi  gasstørvurin í Evropa fáa nýtt lív í aftur føroyska leiting?

Verður tað framhaldandi gongdin, at gass fer at fáa størri og størri raðfesting og haraftrat fær grøna stempulið frá ES, sum okkurt hendir á, so er lítið at ivast í, at henda gongdin fer eisini  at fevna um okkara leiðir á Atlantsmótinum, sum er økið eystan fyri Føroyar. Har er longu nógv gass  funnið, og her finst í dag størsta gassframleiðslan í bretskum øki longu. Og so stingur spurningurin seg upp, um tað kann koma at fáa týdning fyri framtíðar leiting við Føroyar eisini.

[object Object] Anne Marie brunnurin (L006) liggur tætt við markið, har tað eru gjørd fleiri stór olju- og gassfund á bretska landgrunninum. Eitt nú Cambo, Tornado, Rosebank og Laggan Tormore. Tað eru bæði oljufeløg og seismikkfeløg, sum halda, at møguleiki er fyri bæði olju- og gassgoymslum í undirgrundini báðumegin markið. Nú Vesturheimurin ynskir at gerast minni bundin at russiskum gassi, kann tað hugsast, at íleggjarar við verandi høgu orkuprísum fara at venda eyguni móti økinum millum Føroyar og Hetland. Um sama mundið mælir bretska stjórnin til at gera fleiri íløgur í gassleiting og útbyggingar bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum te. eystan fyri Føroyar.

Lív í aftur Anne Marie brunnin?

Lat okkum fara nøkur ár aftur í tíðina, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir við Føroyar. Tað er ein sannroynd, at í fleiri av boringunum við Føroyar, varð  eisini rakt við gass. Og her ikki minst, tá fleiri oljufeløg fóru undir at bora eitt av leitimiðjunum, nevnt Anne Marie, sum liggur nær markinum, har bæði olja og gass eru funnin síðani.

Tá feløgini góvust at bora henda ávísa brunnin, tí fleiri pengar vórðu ikki settir av at fara longur niður við boringini, varð rakt við stórar nøgdir av gassi. Tí eru framvegis ábendingar ella gitingar um, at her finnast goymslur við gassi í føroysku undirgrundini. Anne Marie  brunnurin varð so frágingin og typtur og meira hendi ikki. Spurningurin um ein stóra gassgoymslu í undirgrundini varð ongantíð svaraður. Tá í tíðini var gass kanska heldur ikki so áhugavert fyri oljufeløgini. Í dag er hetta fullkomiliga broytt.

Nú gassprísurin er farin til himmals, og nú ES møguliga fer at góðkenna gass sum grøna orku - og nú Evropa um somu tíð skríggjar eftir gassi -  kann tað møguliga  hugsast, at tað vera orkufeløg, sum av nýggjum fara at geva føroyska økinum ans, havandi stórar gassgoymslur í undirgrundini í huga. Nú ES og Vesturheimurin royna at gera seg minni bundin at russiskum gassi, so er hugsandi, at eyguni fara at verða vend móti økjum í eitt nú Norðsjónum og vestan fyri Hetland ella eystan fyri Føroyar, har møguleikar eru fyri at finna enn meira gass í undirgrundini. Í dag innflyta ES lond umleið 40% av síni orkunýtslu úr Russlandi. Og eftirspurningurin eftir gassi fer ikki at minka sum frálíður, heldur tvørturímóti.

Nógv bendir tí á, at gass fer at fáa nógv størri týdning í orkuveitingini, og harvið kann m.a.  føroyska undirgrundin aftur  koma í fokus – í hvussu er í størri mun enn higartil.   

Tað hevur ljóðað, at útlendskt oljufelag undir eini av seinastu útbjóðingunum, skal hava víst  áhuga fyri økinum, har Anne Marie leiðin finst. At gass nú bráddliga tykist fyri ein part at kunna  “loysa av” oljuna og kemur at gera tað í enn størri mun, ikki minst um ES felagsskapurin við sínum 27 limalondum fer at góðkenna gass sum grøna orku, kann sum frálíður av álvara vera við til at lata upp hurðarnar til føroyska økið. Í løtuni stendur tað orkufeløgum frítt at søkja um leitiloyvi undir verandi “Open Door” skipan. Gasshungurin kann gera økið uppaftur meira áhugavert.

[object Object]Økið innan fyri svørtu strikurnar og ta reyðu, sum er markið, er í løtuni tøkt til olju- og gassleiting við Føroyar (Open Door).  Meðan hundraðtals brunnar eru boraðir bretsku megin markið, og fleiri olju- og gassfund gjørd heilt tætt upp at markinum, eru brunnarnir á føroyska landgrunninum at meta sum ein dropi í havinum, 9 íalt, og flestu teirra mettir ikki at vera komnir nóg djúpt í undirgrundina. Ein teirra er Anne Marie, sum vit síggja skamt frá markinum og nær við stóru olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank. Bæði eystan fyri og sunnan fyri hesar finna vit mest týðandi olju- og gassframleiðslurnar í Bretlandi, nevniliga, Foinaven, Schiehallion, Clair og Laggan Tormore. 


Vert er so eisini at hava í huga, at boringar og kanningar í økinum eystan fyri føroyska markið longu hava staðfest, at her goymir seg bæði olja og gass.

Franska orkufelagið TotalEnergies fór nøkur ár herfyri undir eina risastóra útbygging av gassleiðum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og  hevur í løtuni eina nýggja gassleið miðskeiðis millum markið og Hetland á tekniborðinum. Tað er eitt stórt fund, Glendronach nevnt, sum varð funnið í 2018. Henda nýggja gassleiðin liggur tætt við verandi framleiðslu, Laggan Tormore gassleiðina, og tí kann hon skjótt útbyggjast og bindast í verandi rørleiðingsskipan.

[object Object]Her eru vit miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Franska Total og onnur feløg arbeiða við at útbyggja nýggjar gassleiðir og binda tær í verandi undirtøðukervi. Glendronach er ein av hesum keldunum, Victory er ein onnur. Og so eru stórar vónir til gassleiðina Benriach. Longur vestari móti markinum verður nú tosað um at útbyggja Cambo og Rosebank, sum eisini goyma nógv gass. 

[object Object]Nú um dagarnar keypti íløgufelagið Kistos Energy 20% av gassognunum hjá TotalEnergies eystan fyri Føroyar, og í fjør legði orkufelagið Corrallian inn umsókn at útbyggja eina ta elstu gasskelduna vestan fyri Hetland, Victory nevnd. Alt hetta eru ábendingar um, at nógv gass finst í okkara grannalag, og at bæði orku- og íløgufeløg eru fús til at fara undir útbyggingar. Hesi eru so aftur við til at varðveita og menna tann so týðandi infrastrukturin í øllum økinum eystan fyri Føroyar. Og øll henda gongdin kann vera við til at varpa ljós á Føroyaøkið eisini.

[object Object]Ein hin størsta framleiðslan av gassi til bretska marknaðinum finst í dag á Atlantsmótinum, tvs. millum Hetland og føroyska markið. Gassið frá fleiri leiðum verður flutt til gassverksmiðjuna í Sullom Voe í Hetlandi. Verður føroyskt gass veruleiki kann tað møguliga verða flutt gjøgnum somu rørleiðingar til Hetlands.

[object Object]

Taka vit so og varpa ljós á olju- og gassfundini, sum eru gjørd heilt tætt við føroyska markið, so er greitt, at eisini her  kann koma røringur í, nú gass er vorðið og helst fer at verða enn meira eftirspurt.

Cambo og aðrar leiðir við markið

Fleiri olju- og gassleiðir eru funnar eystan fyri føroyska markið og liggur longu í kortunum at útbyggja hesar. Onkrar teirra eru gassleiðir burturav, meðan aðrar goyma bæði gass og olju.

Hesar eru eitt nú Cambo, Rosebank, Suilven og Tornado.

[object Object]Her fáa vit eina betri heildamynd av økinum eystan fyri Føroyar við sínum nógva olju- og gassvirksemi. Nú verður so bíðað eftir fleiri nýggjum útbyggingum sum Cambo, Rosebank, Glendronach og Victory umframt stóru útbyggingini av Clair South á risastóru Clair kelduni.

[object Object]

Cambo, sum liggur einans seks kilometrar frá  føroyska markinum, goymir bæði olju og gass. Herfyri lótu Siccar Point og Shell inn umsókn til at byggja hesa leiðina út.  Tá viðgerðin av umsóknini kom í drag, og umhvørvisfelagsskapir fóru undir eina kampanju  fyri at steðga útbyggingini, tók Shell, sum stóð fyri 30% av hesum feltinum, seg bráddliga úr verkætlanini. Orsøkin segði felagið var av fíggjarligum slag, nevniliga at verkætlanin var ikki fíggjarliga forsvarlig nokk m.a. av óttanum fyri seinkingum av  útbyggingini, sum tulkingar hava viljað verið við møguliga kundu standast av mótstøðuni frá umhvørvisfólki. Tann verkætlanin er síðani farin í bíðistøðu, meðan fyristøðufelagið Siccar Point kannar, hvørjir møguleikar eru at fáa aðrar íleggjarar við, sum kunnu taka yvir partin hjá Shell.

Enn vita vit ikki, hvat fer at henda við hesi útbyggingini, men OGA, sum er myndugleikin í Bretlandi, ið stendur fyri loyvum, hevur nú heitt á fyristøðufelagið Siccar Point um at koma við eini nýggjari tíðarætlan. Hóast lagnan hjá Cambo er óviss, so nýtist bíðistøðan ikki at vera nakað bakkast, kanska tvørturímóti er møguliga okkurt annað felag, sum kundi hugsað sær at verið partur av Cambo-útbyggingini.

Tað er ein sannroynd, at fyri framtíðina á føroyska landgrunninum bæði hvat viðvíkur oljuleiting og seinni kanska framleiðslu,  fer Cambo at hava alstóran týdning, tí við eini útbygging so nær markið, kunnu møgulig framtíðar  føroysk fund fáa atgongd til eitt undirstøðukervi t.d. gassleiðingar  í grannalagnum, sum tey kunnu binda í. Tann sannroynd kann gera sjálvt smærri fund í Føroyum lønandi. Tí er útbyggingin av Cambo so avgerandi fyri føroyska økið.

Bæði norðan og sunnan fyri Cambo finnast  olju- og gassleiðir. Norðan fyri er Rosebank keldan, sum  Equinor stendur fyri. Felagið fer seinni í ár at taka endaliga støðu til, um tað skal leggja inn umsókn til bretsku myndugleikarnar um útbygging. Og fara vit suður um Cambo, og vit eru framvegis tætt við føroyska markið, so liggja har keldurnar Suilven og Tornado, sum ma. goyma nógv gass. Hesi feltini kunnu útbyggjast skjótt og lutvíst bíliga við at knýta í infrastrukturin á Cambo. So vit síggja, hvussu stóran týdning ein útbygging av einum Cambo hubbi ella kjarna kann fáa fyri alt økið rundan um eisini, eitt nú Føroyaleiðina.

Vit kunnu so bara gita um, hvat tær royndir - sum Vesturheimurin við ES á odda gera sær  í løtuni fyri at tryggja sær atgongd til gass í framtíðini uttan um Russland -  kunnu fáa av týdningi fyri komandi virkemið eystan fyri Føroyar.

Á Jarðfeingi verður í løtuni gjørt eitt stórt arbeiði til tess at fáa okkum størri vitan um, hvat veruliga finst í føroysku undirgrundini. Hetta hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva, ikki minst tí tjúkka basaltið ger kanningararbeiðið torført.

Men aftrat tí miðvísa arbeiði serfrøðingarnir á Jarðfeingi gera, so er greitt, at orkufeløgini, sum eitt nú hava loyvi beint hinumegin markið, hava eisini antennurnar úti og vilja fegin vita, hvat finst í føroyska grannalagnum. Og umframt hesi feløgini so liggja eisini seismikkfeløg framvið. Í løtuni er eitt av heimsins størstu seismikkfeløgum, PGS, sum annars hevur tættar relatiónir til føroysku frálandsfyritøkuna  gjøgnum Thor í Hósvík, í ferð við at nýtulka seismikk tað hevur skotið áður bæði eystan og vestan fyri føroyka markið. Úrslitið av tí arbeiðinum verður greitt um nakrar mánaðir. Tað hevur til endamál at vísa á nýggjar møguleikar at finna olju og gass í økinum tætt við føroyska markið.

[object Object]Rørleiðingar flyta gass úr Norðsjónum og vestan fyri Hetland til Bretlands og evropeiska meginlandið. (Á kortinum mangla framleiðandi gassleiðirnar vestan fyri Hetland og rørleiðingar har)

Meira um gasstøðuna í Evropa

Her eitt sindur av kunning um gass og Evropa. Nýtslan av gassi í Europa byrjaði, tá tað í 1959 vóru funnar risastórar nøgdir av gassi í Hollandi. Nøkur ár seinni bleiv gass funnið á bretska landgrunninum og stutt eftir hendi tað sama í Noregi og í minni mun í Danmark. Í Bretlandi bleiv meginparturin av gassinum brúktur á heimamarknaðinum, meðan Noreg seinni, tá rørleiðingar vórðu gjørdar, fór at útflyta gassið til evropeiska marknaðin sum eisini keypir gass úr Russlandi og fær gass úr Norðurafrika gjøgnum rørleiðingar, sum liggja tvørtur um miðalhavið. 

Fyri nøkrum árum síðani vóru stórar nøgdir av gassi funnar í Norðurnoregi, men har vóru ongar rørleiðingar. Tí fóru norðmenn undir at niðurkøla gassið til LNG (minus 162 stig)  á Melkøya, og við tangaskipum at flyta gassið til brúkararnar. Á sama hátt verður LNG innflutt úr Quatar, USA, Australia o.ø. londum.

Bretska gassframleiðslan er minkað úr 108 niður í 40 milliardum cubic metrum seinastu 20 árini. Og hollendska gassframleiðslan er minkað, m.a. av jarðfrøðiligum trupulleikum, tí undirgrundin søkku,r tá gassið verður tikið upp úr jørðini.

Í dag er støðan tann, at 43% av gassinum í Evropa kemur úr Russlandi. Og hetta er ein hættislig støða sum er, tí Evropa er meira ella minni heft av gassi og ikki ber til at leggja um í eini handavending.

Taka vit okkara næsta granna, Bretland, so fer innflutningurin av gassi til Bretland komandi 30 árini at økjast munandi, sjálvt um allar gassleiðir á bretska landgrunninum verða troyttar. Hetta vísir ein kanning frá Financial Times. Bretland innflytir í løtuni helvtina av síni gassnýtslu frá londum sum Norra, Qatar og Russlandi og verður roknað við, at hesin innflutningurin fer at vaksa til 70 % í 2030. Í 2040 verður Bretland einans ført fyri at nøkta ein fimtapart av sínum gasstørvi frá heimligum tilfeingi og 15% í 2050.

Reuter skrivar nú, at Japan, sum eins og Suður Korea eru stórforbrúkarar av gassi, hevur bundið seg at umdirigera LNG lastir til Evropa í eini neyðstøðu.

Tað er greitt, at fer tørvur at verða á gassi í Evropa komandi árini, so er eingin ivi um, at gass í føroysku undirgrudini kann flokkast sum ein tryggur veitari. Vit eiga heldur ikki at gloyma, at ein gasskreppa í Evropa kann eisini raka Føroyar.Tí givið er, at fer tað at mangla gass, so fara brúkarar at keypa olju ístaðin. Og so fer oljuprísurin til himmals. Og tað kann raka okkum  í Føroyum meint. Bara í fjør innfluttu vit olju fyri góða mia. kr. Eingin ivi er um, at tað er vert av okkum í Føroyum at geva bæði olju og gassi ans komandi tíðina.

Her kann verða lagt aftrat, at veitingarvinnan í Føroyum, sum er nógv ment, stendur við opnum ørmum og bjóðar bæði leiting og útbyggingum ikki bert í Føroyum men eisini í grannalagnum vælkomnum. 

Í greinum á orkan.fo hava vit tí eisini roynt at lýsa aktuellu støðuna í sambandi við bæði olju og gass, og tað fara vit at halda fram við.

[object Object]Skal Evropa og her ikki minst ES gerast minni bundið at russiskum gassi í framtíðini, so er neyðugt at lond sum Bretland og Norra leita og útbyggja sínar gassgoymslur. Hóast Føroyar enn ikki hava funnið ella framleitt hvørki olju ella gass, so eru ábendingar um bæði tvey í undirgrundini - skamt frá stóru olju- og gassleiðunum hinumegin markið. Við síni "Open Door" leitiskipan lata  Føroyar dyrnar standa opnar fyri útlendskum íløgufeløgum at finna eitt nú gass til evropeiska marknaðin. Eisini vindeyguni standa á gloppi (Mynd Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

45 Leygardagur 19. februar 2022

ES fer at fáa gass úr øðrum londum

Samrøður við onnur lond um at selja ES gass hava givið úrslit, sigur forkvinnan í ES-nevndini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

ES megnar at varðveita orkustøðuna, hóast Russland fer at skrúva niður fyri veitingini av gassi. Hetta segði forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, á tíðinafundi týsdagin. Hon sigur sambært Ritzau, at ES hevur tosað við fleiri lond, sum framleiða gass, teirra millum USA, Noreg, Qatar, Suðurkorea, Nigeria og Egyptaland um at selja ES gass.

- Tað vísir seg, at vit eru so gott sum á tí tryggu síðuni, tá talan er um at tryggja ES gass í framtíðini sigur hon eftir samrøðurnar.

Í dag letur Russland meira enn 40 prosent av gassinum, sum ES hevur tørv á. Tað er fyrst og fremst heimsins størsti framleiðari av gassi, russiska Gazprome, sum veitir gassið til Evropa. Felagið er ogn hjá russiska statinum.

Samrøðurnar ES hevur við onnur lond um gass hava givið góð úrslit og eru lond sum Suðurkorea og Japan sinnað at lata ES fáa lut í teimum gassveitingum, sum hesi lond annars hava umbiðið og keypt. Tað hevur so gjørt, at ES er ikki eins bundið at russiskum gassi sum higartil, og hartil kemur, at skjótt verður heitari veður og verður tørvurin á gassi tá eisini minni.

Spurningurin um gassveitingar hongur tó enn í leysum lofti, nú útmeldingarnar frá Russlandi um møguliga herseting av Ukraina eru so skiftandi og ymiskar. Í morgun boðaði russiski forsetin frá, at landið tekur aftur herdeildir á Krim og við markið til Ukraina og sigur, at venjingarnar eru lidnar.  

Hesum hevur Jens Stoltenberg, ovasti í NATO longu svarað aftur og sigur, at Evropa kann ikki liva við óvissuni, antin Russland ætlar at gera innrás í annað land ella ikki. Hann sigur, at eingin kennir seg tryggan fyrr enn Putin veruliga prógvar, at landið hevur onga ætlan um at gera innrás í Ukraina, og at landið gevst við at látast sum tað er í ferð við hernaðarligt álop fyri síðani at gera hetta til einkis. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

46 Leygardagur 19. februar 2022

Skipaferðslan á grønari kós

Danska  A.P. Møller-Maersk er eitt av teimum reiðaríunum í heiminum, sum er í ferð við at gera stórar íløgur í grøna skipaferðslu 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Meira enn 80 prosent av nýbyggingum í ár fara at brúka alternativ brennievni við sera lágum CO2 útláti. Hetta vísa tøl frá “Skipyard Monitor” hjá fyritøkuni Clarksons.

Og her gongur danska felagið A.P. Møller-Maersk á odda við bygging av fleiri bingjuskipum, sum skulu brúka methanol við lágum CO2 útláti sum brennievni ístaðin fyri dieselolju.

Tað eru m.a. nýggj krøv frá IMO, altjóða felagsskapinum fyri skipaferðslu, sum hava fingið skipafeløg at leggja um til nýggj brennievni, sum eitt nú methanol.  

Tað eru tó fyrst og fremst nýggj skip, sum koma at leggja um til reinari brennievni. Bara í fjør vórðu nærum 1.800 nýggj skip bíløgd. Av hesum vóru tey flestu bingjuskip umframt LNG skip, ið flyta flótandi gass.

Clarksons metir, at gongdin við at byggja nýggj skip, ið brúka alternativ brennievni, fer at halda fram í ár, tí longu nú eru nógvar bíleggingar, sum fara at hava við sær stóran vøkstur í grønu skipaferðsluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

47 Leygardagur 19. februar 2022

Oljufeløg partur av grønu loysnini

Olju- og gassfelagið Neptune Energy leggur nú til brots við at framleiða grønt vetni á einum av sínum pallum í Norðsjónum. Vetnið skal brúkast í framleiðsluni av kemikalium og stáli, sum tá fer at hava munandi minni CO2 útlat

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin hjá oljufelagnum Netune Energy at framleiða vetni á einum av sínum olju- og gasspallum í Norðsjónum er dømi um, at oljufeløg eru partur av grønu loysnini skrivar The Herald.

Ætlanin er at seta upp elektrolysuútgerð á pallinum, sum síðani skal brúka sjógv og orku frá havvindmyllum til framleiðsluna. Lidna vetnið verður so flutt frá pallinum umvegis gassleiðing til lands, har tað skal verða brúkt í framleiðsluni av kemikalium og stáli, sum harvið fer at minka munandi um CO2 útlátið.

Um verkætlanin fer at eydnast sum ætlað, fer hon at kunna sannføra tey, sum halda, at forboð skal vera sett fyri virkseminum hjá olju- og gassfeløgum, um at hesi feløg við sínum royndum og vitan í veruleikanum eru ein týðandi partur av grønu loysnini og ikki ein forðan. Tí við at framleiða vetni eru oljufeløg við til at minka um CO2 útlátið hjá vinnuni sum heild. 

[object Object]

Lex de Groot frá Neptune sigur: - Vit síggja stórar møguleikar fyri grønum vetni í framtíðar orkuveitingini, og tað kann verða framleitt júst her í Norðsjónum. Slík framleiðsla kann vera við til at gera grøna orkuskiftið bæði skjótari, bíligari og reinari, um vit tengja verandi gassundirstøðukervi í nýggju framleiðsluna.

Tess skjótari vit kunnu menna grønt vetni til havs, tess skjótari kunnu ídnaðir so sum kemikaliur og stál gerast burðardyggir. Verkætlanin fer at verða gjørd í hálendska partinum av Norðsjónum og verður vetnið flutt til Hálands, har vinnan kann gera brúk av tí. Royndirnar frá hesi verkætlan kunnu so brúkast eisini í øðrum pørtum av Norðsjónum.

Neptune hevur so eisini ætlanir um at framleiða blátt vetni, sum verður gjørt úr gassi. Felagið, sum framleiðir nógv gass, hevur havt eitt gott úrslit seinasta árið, nú gassprísurin er so høgur. Stjórin í felagnum, Sam Laidlaw, ið er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar tá sum stjóri í Amerada Hess, er bjartskygdur um nýggju leiðina á grønu kósini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

48 Leygardagur 19. februar 2022

FOÍB broytir navn til Føroya Orkuídnaðarbólkur

Síðani 2001 hevur felagið FOÍB virkað undir heitinum “Føroya Oljuídnaðarbólkur”. 16. februar varð navnið broytt til “Føroya Orkuídnaðarbólkur”. Sostætt varðveitir felagið navnastyttingina FOÍB

Herfyri skifti oljan.fo navn til orkan.fo. Í dag skiftir Føroya Oljuídnaðarbólkur navn til Føroya Orkuídnaðarbólkur.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Kring heimin broyta mong feløg, sum arbeiða innan olju og gass, navnaheiti, nú tey er vorðin virkin partur av grøna orkuskiftinum og harvið fevna meira breitt um nógvar ymsar orkutættir.  

Feløgini gerast orkufeløg í breiðari merking og umframt at halda fram við sínum olju- og gassvirksemi, so taka feløgini ein virknan leiklut í menningini av eitt nú varandi orkukeldum so sum vindi, sól, sjóvarorku, vetni, fangan og goymslu av CO2 oø. Hetta gera feløgini, tí tey hava drúgvar royndir og vitan frá olju- og gassvinnuni umframt fíggjarligu orkuna, sum tey kunnu gera brúk av í grøna orkuskiftinum. Sum dømi um hesa gongdina kunnu vit nevna fyrrverandi norska Statoil, sum skifti navn til Equinor. Vit kunnu nevna Total, sum í dag eitur TotalEnergies og soleiðis kundi verið hildið fram.

Men tað eru eisini feløg, sum vara av olju- og gassvinnuni, ið fremja navnaskifti í tráð við grøna orkuskiftið. Herfyri skifti danska felagið Olie og Gas Danmark til "Offshore Denmark”, og mikudagin hevur bretska felagið, Oil and Gas UK, skift navn til “Offshore Energies UK”. Mikudagin tók so eisini FOÍB, sum seinastu 20 árini hevur umboðað útlendsk olju- og gassfeløg í Føroyum, stig á somu leið og fer FOÍB hereftir at bera navnið Føroya Orkuídnaðarbólkur í sínum skjøldri. Hetta merkir, at felagið varðveitir sjálvt heitið FOÍB tó nú við enn breiðari merking. 

FOÍB fer framhaldandi at hava sum stavnhald at royna at byggja brýr millum føroyska samfelagið og útlendsk orku- og íløgufeløg, sum kunnu hugsa sær at koma til Føroya fyri m.a. at kanna undirgrundina her - við tí fyri eygað at finna olju og gass. Tað er okkara avgjørda hugsan, at Føroyar eiga at fáa staðfest, antin undirgrundin her goymir eitt orkutilfeingi ella ikki og sum - um tað finst - saman við menning av varandi orku kann koma at vera til gagns fyri hetta samfelagið og umheimin.  Nógvu og stóru olju- og gassfundini beint hinumegin markið kunnu benda á, at kolvetnieisini finnast í føroysku undirgrundini. 

Orkuportalurin orkan.fo

FOÍB fer so eisini framhaldandi gjøgnum sín orkuportal at kunna um orkumál breitt og her m.a. eisini um frálands-  og veitingarvinnu sum heild. Eisini um hvussu Føroyar og grannalond kunnu menna samstarvið á umrøddu økjum. Nýggja navnaskiftið á FOÍB kemur bert góðar tríggjar mánaðir eftir, at Oljuportalurin, oljan.fo skifti til nýggja heitið “orkan.fo." Og eins og nú var eisini tá grundgevingin júst tann sama: at vit ganga móti nýggjari tíðum við einum grønum orkuskifti, har varandi orkukeldur saman við olju og gassi, fara at mynda gerandisdagin  mongu komandi árini.

Tá oljuportalurin, oljan.fo, í november í fjør broytti navn til orkan.fo skrivaðu vit m.a. hetta um orsøkina: 

“Oljuportalurin, oljan.fo, hevur nú mong ár umrøtt orku í breiðari merking - við eisini at skriva um annað enn olju og gass. Vit hava t.d. gjørt nógv við at umrøða offshore vindmylnulundir og aðrar alternativar orkukeldur sum t.d. sólorku, sjóvarfalsorku og vetni/hydrogen. Eisini spurningin um fangan, flutning og goymslu av CO2. Vit hava eisini roynt at fylgja almenna orkuorðaskiftinum. Nýggja navnið og búmerkið er ein staðfesting av tí breiðara siktinum við hesum orkuportalinum, soleiðis at vit eftir førimuni umrøða alla orku og orkumál sum heild.

Orka er og verður ein lyklaspurningur í heiminum. Sum er fylla olja, gass og kol nógv í heimsorkuveitingini, men ein broyting sæst nógva staðni, kanska serliga í Evropa, har vindur og aðrar alternativar orkukeldur verða nógv útbygdar í hesum døgum.

Ymsar orkukeldur útiloka tó ikki hvørja aðra. Vit vita, at kolvetni - her kanska serliga gass – fara framhaldandi at verða ein stórur partur av hita- og el-veiting í einum stórum parti av heiminum. Hetta trygga grundarlagið undir orkuveiting kann tryggja orkustabilitet uppá stutt sikt, og so minka líðandi, sohvørt sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Evropa er eitt nú sera tengt at gassi. Hetta merkir, at orkupolitikkur eisini í ein ávísan mun gerst stórpolitikkur. Til dømis klárar Evropa seg ikki uttan russiskt gass í løtuni, og tað hevur avleiðingar við sær, sum man má fyrihalda seg til politiskt og handilsliga.

Orka er so mikið grundleggjandi fyri okkara samfelag og fyri heimssamfelagið, at nóg mikið av orku má veitast so ella so. Ikki at veita orku til tey, ið tørva orku, er ikki ein møguleiki.

Røddir eru frammi um, at man skal kvetta við allar íløgur í fossila orku í stundini. Hetta vildi verið at sagað greinina av, ið man sitir á, áðrenn man hevur fingið riggað seg til nakað nýtt at sita á.

Veturin fyri framman fer at vísa okkum, at hóast mong munagóð framstig hava verið gjørd og framhaldandi verða gjørd í grøna orkuskiftinum, so er sera langt á mál, og mong vildu sitið køld í myrkuri, um ikki kolvetni veitti neyðugu orkuna afturat tí orku, sum nú verður framleidd á burðardyggum grundarlag. Tað er ein spuringur um javnvág/balansu í dag, og tað verður tað nógv ár frameftir.

Tað eru teir báðir frægu føroysku teknararnir Óli Petersen og Hannis Egholm, sum hava gjørt búmerkið til nýggja orkuportalin á Portal.fo – orkan.fo - og sum vísir ein dropa og eina myllu.”

Nú FOÍB broytir navn, flytur felagið eisini adressu frá Bringsnagøtu 15 til Sleipnisgøtu 10.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

49
Leygardagur 19. februar 2022

Reiaríið aftanfyri Isafold yvirtikið nýbygningin hjá Gitte Henning

Henning Kjeldsen hevur selt sítt virksemið og nýbygningin, sum er í ger í Spania

 
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Danski stórreiðarin Henning Kjeldsen hevur selt meginpartin av sínum virksemið til aðrar aktørar.

Talan er um reiðaríið Isafold og nøkur onnur reiðaríð, eitt nú Themis A/S og Astrid A/S, sum hevur svenskar eigarar, men skrásett í Danmark.

Henning Kjeldsen hevur ikki einans selt sínar pelagisku kvotur, men hann hevur eisini selt nýbygningin, sum er í ger í Spania.

Talan verður um heimsins fyrsta diesel elektriska fiskiskip, sum er bygt, og er skipið sera umhvørvisvinarligt og framkomið á tøknligaøkinum innan køling og aðra útgerð.

Tað er reiðaríið Isafold, sum yvirtekur nýbygningin, sum also framvegis kemur at hava heimstað í Danmark, men heldur enn í Skagen, verður skipið skrásett í Hirtshals.

Umframt nýbygning so hevur Isafold eisini ognað sær ein part av uppsjóvarkvotunum soleiðis at felagið fær enn betri grundarlag at reka fiskivinnu.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tørvur er á einum betri og størri skipið av tí at eitt nú fiskiskapurin eftir svartkjafti við Írland er somikið langt burtur frá har skipið skal landa, og tí krevur tað at stórt og gott skip, soleiðis at góðskan er í topp og meira fæst fyri veiðuna og manningin hevur góðar umstøður.

Skipið er nakað seinkað, tí tað skuldi eftir ætlan latast undanfarnu eigaranum í december í 2021, men korona hevur gjørt, at skipið ikki verður handað fyrr enn í summar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

50 Leygardagur 19. februar 2022

Týski forsetin afturvaldur

Frank-Walter Steinmeier, sum hevur verið forseti síðan mars 2017, verður sitandi næstu fimm árini

Frank-Walter Steinmeier varð afturvaldur til forseta farna vikuskiftið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier er afturvaldur til forseta.

66 ára gamli Steinmeier hevur verið forseti síðan mars 2017, og nú er greitt, at hann hevur fingið fimm ár afturat í embætinum, skrivar DR.

Í fyrsta valumfarinum í týska tinginum fekk hann 1.045 av 1.437 atkvøðum. Hetta var eisini væntað, eftir at allir tríggir stjórnarflokkarnir høvdu boðað frá, at teir fóru at stuðla sitandi forsetanum, sum eisini hevur stuðul frá konservativu andstøðuni.

Forsetaembætið er fyrst og fremst siðbundið, men forsetin er eisini tann, sum undirskrivar lógaruppskot fyri at seta tey í gildi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

51 Leygardagur 19. februar 2022

– Avmarkingarnar størri neiliga ávirkan enn smittan

Norska stjórnin hevur boðað frá, at nærum øll koronutiltøkini verða sett úr gildi

Nú er tíðin komin, segði Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noregi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Noregi hava tey nú sett nærum øll koronutiltøkini úr gildi. Á tíðindafundi farna vikuskiftið upplýsti forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, at tiltøkini fóru at verða sett úr gildi umgangandi.

– Hendan dag hava vit bíðað eftir. Nú er tíðin komin. Vit strika nærum øll koronutiltøkini, segði hann sambært Ritzau.

Hetta hevur m.a. við sær, at norðmenn sleppa undan kravinum um munnbind og frástøðu.

Tvey tiltøk verða tó enn galdandi í einari skiftistíð. Heitt verður framvegis á fólk, sum hava sjúkueyðkenni um at lata seg kanna, meðan heitt verður á fólk, sum verða staðfest positiv um at halda seg heima í fýra dagar.

Orsøkin til, at tað ber til at seta nærum øll tiltøkini úr gildi nú er, at omikronfrábrigdið, sum er tað mest dominerandi, gevur mild sjúkueyðkenni, færri fólk verða innløgd, norðmenn eru væl vardir við koppseting, og sjúkrafráveran á arbeiðsplássunum er til at handfara, verður sagt.

Jonas Gahr Støre sigur eisini, at avleiðingarnar av avmarkandi tiltøkunum  hava størri neiliga ávirkan á samfelagið enn smittan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

52 Leygardagur 19. februar 2022

Svøríki mælir til at geva eldri borgarum fjórða prikið

Talan er um borgarar yvir 80 ár og tey, sum búgva á røktarheimi

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Svenska heilsumálaráðið mælir nú til, at allir borgarar yvir 80 ár umframt borgarar, sum búgva á røktarheimi, skulu fáa fjórða prikið fyri koronu.

Sambært svenska statssmittuserfrøðinginum, Anders Tegnell, ætlar Svøríki á tann hátt at verja veikar borgarar móti at gerast álvarsliga sjúkir við koronu.

Í Danmark hava borgarar við niðursettari immunverju eisini fingið tilboð um fórða prikið, og ongar ætlanir eru um at geva fleiri tilboð um hetta, skrivar DR.

Føroyskir borgarar í vandabólki hava somuleiðis fingið tilboð um eitt fjórða prik. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur eisini, sambært Kringvarpinum, at fleiri samfelagsbólkar ikki fáa tilboð um fjórða prik.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

53 Leygardagur 19. februar 2022

Svimjari dripin av hávi í Avstralia

Fyrstu ferð í næstan 60 ár, at hávur hevur dripið fólk í økinum nærhendis Sidney

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Strendurnar í eystara parti av Sidney í Avstralia vóru stongdar hósdagin, meðan myndugleikarnir kannaðu eina hending, sum verður hildin at vera fyrsta drepandi hávaálopið í økinum í næstan 60 ár.

Bjargingartænastan varð kallað úr til økið Little Bay, umleið 15 kilometrar í ein landsynning úr miðbýnum í Sydney seinnapartin mikudagin. Fráboðanin ljóðaði, at ein hávur hevði lagt á ein svimjara.

Tað upplýsir løgreglan í New South Wales í dag. Myndugleikarnir og bjargingarfólk hava "funnið mannaleivdir í sjónum”, upplýsir løgreglan sambært dpa tíðindastovuni.

Eitt nú hava tey funnið helmingin av eini vátdrakt. Eisini verður upplýst, at arbeitt verður við at eyðmerkja mannliga svimjaran, so familjan kann fáa boðini.

Lokalir miðlar skriva frá vitnum, at ein fýra metra langur hávur leyp á svimjaran.

- Maðurin varð so illa viðfarin, at tað var einki, sum fólkini í sjúkrabilinum kundu gera, sigur leiðarin fyri sjúkraflutningstænastuna í New South Wales við avstralski AAP tíðindastovuna.

Myndugleikarnir í Randwick býarpartinum vátta, at strendurnar í økinum, herundir Little Bay, Malabar, Maroubra, Coogee, Clovelly og La Perouse, eru stongdar í dag.

- Lívbjargarar brúka dronur og vatnskutarar fyri at kanna økið fyri hávar, verður upplýst.

Sambært lokalum miðlum, hava hávar ikki dripið fólk í økinum síðan 1963, tá ein 32 ára gomul kvinna varð tikin av einum hávi í Sugarloaf Bay. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

54 Leygardagur 19. februar 2022

Avstralia: Koalabjørnin nú skrásett millum hótt djórasløg

Orsøkin er m.a., at livistøðini hjá koalabjørnini eru minkað orsakað av turki og umfatandi skógareldum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Avstralia hevur nú koyrt koalabjørnina á listan yvir hótt djórasløg.

Orsøkin er m.a., at livistøðini hjá koalabjørnini, sum m.a. livir av bløðum frá evkalyptustrænum, eru minkað orsakað av umfatandi skógareldum og turki.

Longu í 2019 varð boðað frá, at koalabjørnin var funktionelt útdeyð, av tí at stovnurin var blivin so lítil, at hann ikki longur spældi nakran avgerandi leiklut í vistskipanini og ikki longur var liviførur.

Ein kanning, sum varð gjørd í avstralska statinum New South Wales í fjør vísti, at uml. 5000 koalabjarnir doyðu í náttúrueldunum um ársskiftið 2019/2020, og at umleið 24 prosent av livistøðunum hjá koalastovninum vórðu partvíst ella heilt oyðiløgd.

Koalabjarnir finnast eisini í statunum South Australia og Victoria, men stovnurin minkar um alt landið, og kanningin vísti eisini, at koalabjørnin fer at vera útdeyð í 2050, um okkurt ikki verður gjørt skjótt.

Myndugleikarnir í Avstralia hava verið lagdir undir at gera ov lítið fyri at bjarga koalastovninum, men málið hevur nú fingið hægri raðfesting, eftir at koalabjørnin er skrásett sum eitt hótt djóraslag, sigur Sussan Ley, avstralskur umhvørvismálaráðharri, sambært Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

55 Leygardagur 19. februar 2022

U-20 EM: Føroyar og Danmark í sama bólki

Føroysku U20-menninir fingu tað á pappírinum veikasta liðið úr styrkislagi eitt, men tey sterkastu úr hinum báðum. Talan verður um ein krútsterkan bólk til endaspælið í Portugal í juli

Rói Ellefsen á Skipagøtu í skotroynd í dysti móti Bulgaria í European Championship í fjør, har Føroyar spældu seg til EM-endaspælið (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

U20-menninir komu í krútsterkan bólk til EM-endaspælið. Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya um lutakastið, ið var í Portugal fríggjadagin.

Har gjørdist tað greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn.

- Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar fýra, Danmark nummar fimm og Ungarn nummar níggju. Út frá styrkismetingini til lutakastið var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3. Hetta var sostatt eitt sera avbjóðandi lutakast.

Tað eru nummar eitt og nummar tvey í hvørjum bólki, ið koma víðari til millumumfarið - høvuðsumfarið - í kappingini.

Hetta verður fyrstu ferð, at Føroyar eru við til eitt endaspæl í hesum aldursbólkinum (U20), men kennir man hesar leikararnar og toymi rætt, so verður stílað eftir í minsta lagi næsta umfarið.

Leikararnir, ið fara at umboða Føroyar til EM í Portugal, eru fyri tað mesta føddir í 2002. Tað vóru leikarar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum,  Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Óli Mittún, Viktor Nørlyng Gaini, Janus Dam Djurhuus og Sveinur Olafsson ið spældu Føroyar til hetta endaspælið við at vinna European Championship bólkin í Bulgaria í august.

Teir flestu av teimum, ið vóru við tá, vunnu European Open í Göteborg á sumri 2019. Í summar skal liðið royna seg millum tey heilt stóru í Evropa, í størstu kappingini sum er.

Bólkarnir:
Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland
Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar
Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro
Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia

Kappingin verður leikt í Porto í Portugal í døgunum 7.-17. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

56 Leygardagur 19. februar 2022

Aftur H71 og Neistin í finaluni

Tað verður ein endurtøka av finaluni hjá monnum tá H71 og Neistin spæla um steypið í kvøld

Men um tað verður H71, sum stendur eftir við steypinum aftur hesaferð, er ikki vist (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv ongantíð tann veruligi spenningurin í seinnu hálvfinaluni millum H71 og VÍF. Frá fyrru hálvfinaluni millum liðini vóru hoyvíkingar á odda 33-24, og tí skuldi nógv til at koppa H71.

Hetta hendi heldur ikki, og í hálvleikinum í dystinum farna vikuskiftið, var støðan 15-10 til H71. Tað vil siga at munurin var 14 mál.

Dysturin endaði við einum 27-23 sigri til H71, sum sostatt spældi seg í steypafinaluna.

[object Object]Steypafinalan 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mótstøðuliðið verður eins og í fjør Neistin. Tað gjørdist greitt í dramatikki í Kollafirði leygarkvøldið. KÍF vann fyrra dystin í Havn 26-25, og tí var spenningurin í hásæti tá liðini hittust aftur í seinnu og avgerandi hálvfinaluni.

Úrslitið gjørdist ikki greitt fyrr enn í allar seinasta sekundi, tá neistamenn fingu brotskast. Ágúst Ingi Óskarsson misnýtti ikki møguleikan, og sendi bóltin í netið til 27-26 til Neistan. Samlaða úrslitið gjørdist javnt 52-52, men Neistin hevði fleiri útivallarmál.

Finalan hjá monnum, sum er ein endurtøka frá í fjør, verður leikt í kvøld kl. 19. H71 hevði munin í fjør og vann eftir longda leiktíð.

Hjá kvinnum eru tað H71 og Kyndil sum hava spælt seg í steypafinaluna, sum verður leikt 19. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

57 Leygardagur 19. februar 2022

H71 í 13 finalum

Umframt vaksnamannaliðini skulu nógv ungdómslið úr Hoyvík eisini spæla steypafinalur í ár. Neistin er eisini væl umboðað til steypafinaluvikuskifti við seks liðum í "A-finalum" á ungdómssíðuni, umframt besta mansliðnum

H71 og Kyndil í ungdómsfinalu í fjør (Mynd: Hondbóltsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið verður heilt nógvur steypahondbóltur í Høllini á Hálsi. 18 steypafinalur verða leiktar, og tað eru alt frá U10 og uppeftir - A og B-finalur til og við U14 - Eydudeildin og finalan hjá monnum. Finala nummar 19 verður helst leikt 19. mars. Talan er um kvinnufinaluna, ið er útsett vegna evropeisku luttøkuna hjá H71.

Stóra finalan hetta vikuskifti er mansfinalan í kvøld klokkan 19, ið er ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og Neistan. Tá vunnu hoyvíkingar eftir longda leiktíð. H71 er stórfavorittur í finaluni leygarkvøldið, og hoyvíkingar kunnu vinna triðja árið á rað - Neistin vann síðst í 2019.

Tað eru júst H71 og Neistin, ið eru best umboðað í ársins steypafinalum. Sum vanligt hevur felagið úr Hoyvík flest lið. Í ár er talið trettan. Av hesum eru heili átta á hægsta støði í sínum aldursbólki (ungdómslið) - millum annað bæði U18 og U16-liðini - trý H71-lið spæla b-finalu, og so eru tað menninir og kvinnurnar. 

Neistin er ikki í nakrari b-finalu, men havarfelagi er umboðað við seks liðum á hægsta støði í sínum aldursbólki, um hugt verður eftir ungdómssíðuni, og menninir hjá Neistanum eru sum nevnt aftur í finaluni.

StÍF er í fimm finalum - millum annað í báðum U10 A-finalunum og hjá dreingum 16.

Niðanfyri er ein list yvir allar finalurnar. Samanlagt verða átta feløg umboðað í vikuskiftinum.

Leiksskráin fyri steypafinalurnar 2022

Fríggjadagin 18. februar:
kl. 18.30 G16: H71 – Kyndil
kl. 20.00 D16: StÍF – H71

Leygardagin 19. februar:
kl. 09.00 G10B: H71 b – EB
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: StÍF b – H71 b
kl. 11.15 D12B: Tjaldur b – Kyndil a
kl. 12.10 G10A: H71 a – Neistin a
kl. 12.50 D10A: StÍF a – Neistin a
kl. 13.30 G12A: StÍF a – Neistin a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 G18: Neistin – H71
kl. 19.00 Menn: Neistin – H71

Sunnudagur 20. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: VÍF b – EB a
kl. 14.30 D14B: ÍA – EB
kl. 15.30 G14A: VÍF a – H71 a
kl. 16.30 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 17.30 D18 H71 – VÍF

Leygardagin 19. mars:
Kvinnur: H71 - Kyndil

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

58 Leygardagur 19. februar 2022

H71-kvinnurnar spæla heimadystin sunnukvøldið

Hetta er heilt vist, sambært forkvinnuni í felagnum. Enn er óvist hvat hendir við fyrra dysstinum, sum ikki varð spældur í Ukreina

Evropeiska ævintýrið hjá H71 er í einum heldur løgnum kapittl í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71-ferðalagið kom ikki longur enn til Pólands síðsta vikuskifti, tá helst størsti dysturin í søguni hjá kvinnusíðuni í felagnum skuldi spælast. Leikstaðið, Ukreina, var trupulleikin, tí støðan er so spent millum Ukreina og Russland, og tað var ikki mett at vera trygt at fara inn í landið.

Enn er ógreitt, hvussu verður við dystinum HC Galychanka Lviv - H71

Anna Dam, forkvinna í H71, segði við Dimmalætting í vikuni, at bólturin framvegis liggur hjá feløgunum. Evropeiska Hondbóltssambandið er ikki komið fram til nakra avgerð, og tekur bert eina einræðis avgerð, um feløgini ikki koma ásamt um nakað. EHF hevur lagt hesar tríggjar møguleikarnar fram fyri feløgini: 

- Dysturin í Høllini á Hálsi sunnukvøldið verður tann einasti og harvið heilt avgerandi

- Ein dystur verður, eisini í Føroyum fríggjakvøldið.

- Báðir dystirnar verða leiktir á uttanveltaðum vølli. Uppskotið frá EHF er Keypmannahavn

H71 hevur longu víst seinasta uppskotinum aftur, og í gjárkvøldið varð heldur ongin dystur spældur.

- Felagið metir seg hava gjørt sítt til at finna eina loysn, men ukrainska felagið hevur higartil havnað øllum uppskotum. Haraftrat er tað ein ov stór fíggarlig byrða hjá hoyvíkingum at fara av aftur landinum longu nú um vikuskifti, og praktiskt verður tað eisini ein avbjóðing við so stuttum skotbrái, sigur Anna Dam við dimma.fo.

Tað einasta, sum liggur fast í løtuni er, at spælt verður í Føroyum sunnudagin.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

59 Leygardagur 19. februar 2022

Team Klaksvík liggur í løtuni til pláss í endaspælinum

Í gjárkvøldið varð talan um sigur í lykladysti í Høllini á Hálsi móti Kyndli, ið nú er so at siga er úti av topp-fýra stríðnum

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti í dystinum móti Kyndli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Burn-deildin hjá monnum fór í gongd aftur mikukvøldið við týðandi dysti í stríðnum um fjórða plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar.

Kyndil kundi av álvara melda seg inn við sigri, og var eisini á odda eftir ógvuliga málfátækan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki kom tó meira gongd á málskjótingina, og serliga hjá Team Klaksvík. Útiliðið uppbygdi sær eina leiðslu og vann við trimum málum.

Klaksvíkingar byrjaðu kappingarárið heilt væl, men hava síðani havt nakrar tungar mánaðir. Við sigrinum í vikuni er liðið nú á fjórða plássið - javnt í stigum við StÍF men við greitt betri málúrttøku.

Neistin er trý stig aftan fyri Team Klaksvík og StÍF, men liðið, sum er í steypafinaluni, hevur leikt tveir dystir færri enn Team Klaksvík og StÍF. Kyndil hevur, eins og Neistin, átta stig, men hevur fleiri dystir enn øll hini. 

Tey flestu liðini í Burn-deildini hava fýra dystir eftir.

Burn-deildin 
Mikudagin 16. februar

Kyndil - Team Klaksvík 21-24 (9-8)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 9, Kristoffur Bjørgvin 6, 

Stríðið um topp-fýra: 
4. Team Klaksvík 11 stig (14 dystir)
5. StÍF 11 stig (14 dystir)
6. Neistin 8 stig (12 dystir)
7. Kyndil 8 stig (15 dystir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

60 Leygardagur 19. februar 2022

Elias skein í Spania - Sävehof er víðari

Við tíggju málum - millum annað tí til 30-28 seint í dystinum - gjørdist Elias Ellefsen á Skipagøtu avgerandi fyri Sävehof týskvøldið. Hoyvíkingurin varð toppskjútti í tætta dystinum móti La Rioja

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóast trý umfør eru eftir í bólki C í European League, so hevur IK Sävehof tryggjað sær víðari luttøku. Hetta er greitt eftir 30-29 sigurin á útivølli móti La Rioja týskvøldið.

Tað er eisini greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í toppformi, nú stutt eftir at hann er komin aftur eftir skaða í høkuni, og play-off dystirnir við landsliðnum nærkast. Spælskiparin gjørdist toppskjútti í dystinum við heili tíggju málum, og hann skoraði til 30-28 stutt fyri leiklok - dysturin endaði 30-29.

IK Sävehof byrjaði dystin greitt betri, men heimaliðið át seg inn í hann. Í steðginum var støðan 12-16, men í seinna hálvleiki var La Rioja í løtum á odda. 

La Rioja liggur í løtuni á fjórða plássi í sponsku deildini og spældi fyri kortum ein tættan dyst móti Barcelona.

Sävehof er svenskur steypavinnari, er oddalið í landskappingini, ið liðið vann í fjør, og nú víðari í Evropa. Spurningurin er so, um Elias og liðfelagirnir megna at taka 2. plássið í bólkinum. Týskvøldið vitjar kroatiska Nexe, ið Sävehof er javnt í stigum við. Tað verður helst ikki møguligt at taka týska Magdeburg aftur, ið svensku meistararnir og styepavinnararnir skulu vitja 1. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

61 Leygardagur 19. februar 2022

Fleyr í steypafinaluni

Steypakappingin, kvinnur: Fleyr - KÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleyr var favorittur undan dystinum ímóti KÍF í hálvfinaluni hjá kvinnum, sum varð spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík farna vikuskiftið, og tað livdu tær upp til so dyggiliga.

Tvey tey fyrstu settini blásti Fleyr KÍF fullkomiliga um koll. Við sera sterkum álopsspæli serliga á miðjuni við Sarah Tyler og Súsonnu S. Ludvig á odda, var KÍF alla tíðina aftanfyri og undir trýsti. Og tá so Hanna Iansdóttir sum hevari fleiri ferðir snýtti alt og øll, tá ið hon legði bóltar yvirum heldur enn at heva til viðleikararnar, tóktust KÍF kvinnurnar máttleysar. Settini bæði fullu tí greitt til Fleyr.

Í øðrum setti beit KÍF rættiliga frá sær, og tær kunnu iðra seg, at tær ikki tóku settið, tá ið tær høvdu møguleikan. Men tær vóru ov lítið avgjørdar, tá ið tær høvdu 2-3 stig í leiðslu, og Fleyr skal ikki hava nógvar slíkar møguleikar, so smekka tær til. Fleyr vann seg framum 22-20, og lótu eftir tað ikki KÍF koma nær aftur, og vunnu dystin tá ið samanum kom trygt 3-0.

Undan dystinum misti Fleyr Hannu A. Olsen, sum skaddi sær knæið. Ein stórur missur, men inn fyri hana kom bara 17 ára gamla Helena S. Hansen. Og hóast tað vóru miðjurnar hjá Fleyr, sum í hagtølunum stóðu seg best, var tað unga Helena, sum stendur sterkast eftir í minninum. Tað er ikki lætt at koma inn í so avgerandi dysti og skula vera ein av berandi kreftunum, men tað megnaði Helena til fulnar, so tá ið fyrstu nervarnir vóru spældir burtur, stóð hon ikki aftanfyri nakra av hinum.

Hon verður heilt sikkurt ein at halda eyga við í føroyskum flogbólti í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

62 Leygardagur 19. februar 2022

Favorittarnir vinna

Steypakappingin, menn: ÍF - Fleyr 3-0 (25-20, 25-17, 26-24)

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanroyndin til hálvfinaluna millum ÍF og Fleyr var í landskappingini undanfarna hóskvøld í Havn, tá ið ÍF vann greitt 3-1. Leygardagin var tað enn greiðari.

Tvey tey fyrstu settini vóru menninir í ÍF alt ov sterkir til Fleyr. Trýstið á servuni, blokkurin, smashini hjá serliga Vukasin og yvirhøvur alt samalt var bara ein klassa omanfyri. Í grundini spæl, sum eigur at fáa øll hini at ristast í brókunum, tí eitt ÍF-lið, sum er so væl fyri, verður ómetaliga torført at syfta. Og tá skal verða lagt afturat, at ÍF hevði ikki alla manningina við í gjár fyri koronu.

Eftir at hava verið heilt og aldeilis niðri í posanum hjá ÍF, reisir Fleyr seg í 3. settinum. Teir eru fyri fyrstu ferð í dystinum við og enntá frammanfyri tað mesta av tíðini. ÍF rennur aftaná, men ikki nógv, og tá ið Fleyr tekur fyrsta time-outið, er støðan 16-16, og leiðslan er mist. Men Fleyr svarar aftur og hevur allar møguleikar at vinna settið, tá ið teir eru frammanfyri 23-20 og havnarmenn tykjast rættiliga at hava skelkað ÍF. Men tað er nokk sigandi um ÍF sum lið, at júst hesa løtuna grava teir djúpt. Vinna onkran blokk, leypa avgjørdir á, og bjarga onkrum bólti úr gólvinum so alt í alt endar dysturin 26-24 við einum dundur-smashi hjá Vukasin, sum ígjøgnum allan dystin stóð sterkastur millum sterku liðfelagarnar.

ÍF skal sum so mangan fyrr spæla steypafinalu, og longu nú mugu teir liva við, at teir hava ein favoritt leiklut.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

63 Leygardagur 19. februar 2022

SÍ maskinan er væl smurd

Steypakappingin, kvinnur: SÍ - Dráttur 3-0 (25-17, 25-17, 25-18)

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá ið SÍ fer á vøllin borgar tað altíð fyri spæli á høgum tekniskum stigi, fáum villum og sterkum liðanda. Í Juliu Kuvshinova hava tær so eisini helst besta smasharan í Føroyum. Alt í alt ein vinnarauppskrift umframt ein bonk, sum er serstakliga sterkur.

Tað var fyri tað nógva mótbrekka hjá Drátti. Tær lógu undir alla tíðina í 1. og 2. setti, royndu at bíta frá sær onkrar løtur, men tað var ongantíð spenningur í. 3. settið var tað besta hjá Drátti og fram í hálvt settið, vóru tær fult á hædd við SÍ. Men so fall alt saman aftur, og SÍ vann seg eitt fitt petti framum. Ein leiðsla sum tær ikki lótu frá sær, og tað var tað hjá Drátti. Tær taptu 0-3 við settunum 17-25, 17-25, 18-25.

Tað verða tvey tey bestu liðini í Føroyum, sum bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum. SÍ er í toppinum í landskappingini, har tær hava verið alla tíðina. Fleyr er í stórformi og vinnur alt, sum fyri er júst nú. Sína hálvfinalu vunnu tær greitt á KÍF, so finalan kundi í so máta ikki verið betri.

Tað eru tvey rættiliga ólík lið, sum møtast í finaluni. SÍ við sínum ómetaliga trygga spæli, men sanniliga eisini við biti í álopinum og so sjálvandi mest vinnandi venjaranum í Føroyum, Rajko Petrovic. Fleyr við eini miðalhædd, sum er væl hægri enn tann hjá SÍ og blanding av tilkomnum, royndum leikarum og ungdómi og spennandi venjara úr USA. SÍ skal stýra út um sterka blokkin hjá Fleyr, og Fleyr skal bróta niður sterku spælskipanina hjá SÍ.

Tað verður spennandi leygardagin 26. februar í høllini á Hálsi. Steypavinnarin hjá kvinnunum í 2022 er eitt sera gott lið, tí tað hevur annaðhvørt vunnið á SÍ ella á Fleyr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

64 Leygardagur 19. februar 2022

Tað besta til seinast

Steypakappingin, menn: Mjølnir-SÍ 3-0 (25-20, 25-23, 25-22)

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Frammanfyri nógvum og lívligum áskoðarum í Badmintonhøllini í Klaksvík vístu Mjølnir og SÍ bæði kraft og vilja í hálvfinaluni. Tað var heilt týðiligt, at tey vildu í hasa steypafinaluna.

Mjølnir var favoritturin, og tað livdi liðið fult upp til í fyrsta settinum, har SÍ hevði leiklutin at minka um munin, men ongantíð kom so nær, at teir hóttu Mjølnir av álvara. Tað sá einki út hjá SÍ, men ungu sørvingarnir vildu ikki leggja seg, og í øðrum setti var lagið heilt eitt annað. SÍ beit rættiliga frá sær og spældi fult upp til Mjølnir, sum ikki rættiliga visti, júst hvussu teir skuldu loysa uppgávuna. Teir sluppu ikki av við SÍ, sum eisini var frammanfyri til tíðir.

Besta løtan í høllini leygardagin var endin á 2. setti, tá ið SÍ otaði seg heilt upp at Mjølni, og tað kundi fara báðar vegir. Men Mjølnir er ikki verandi meistaralið av ongum, og settbóltin bankaðu teir í gólvið og tóku harvið eisini týdningarmiklu leiðsluna 2-0.

3. settið gekk eftir vild hjá Mjølni, hóast tað kom nakað av einum endaspurti frá SÍ, sum eins og í 2. setti ikki legði seg niður, men spældi fyri møguleikanum. Slagstyrkin hjá Mølni var tó ov sterk og fjølbroytt.

Steypafinalan stendur, eins og síðst, ímillum Mjølnir og ÍF, sum eru sterkastu liðini í Føroyum júst nú. Fyri eini viku síðan hittust júst Mjølnir og ÍF, og tá lá ÍF akkurát omaná í sera spennandi fimm-settara.

Mjølnir skal møta ÍF í finaluni komandi vikuskifti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

65 Leygardagur 19. februar 2022

Erreà næstu fýra árini

Seinastu fýra árini hava føroysku fótbóltslandsliðini spælt í búnum frá italska Macron, men nú er avtala gjørd við Erreà – Eftir ætlan verður nýggi landsliðsbúnin tikin í nýtslu í summar

Her síggjast landsliðsleikarar í búnum frá Macron, men í summar verður skift yvir til Erreà (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eftir at hava spælt í Macron seinastu fýra árini, fara føroysku fótbóltslandsliðini í annað klædnamerki í summar.

Nýggj avtala er gjørd við Erreà, sum, eins og Macron, er italskt. Hetta merkið er millum annað væl kent í Íslandi, har lokala fótbóltssambandið hevði avtalu við Erreà frá 2004 til 2018.

Sambært heimasíðuni hjá FSF hevur nýggja klædnaavtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Erreà við sær, at Landsliðsbúðin, ið hevur hildið til í somu hølum sum No12, letur fyribils aftur. Tó verður framvegis møguleiki at keypa føroyska landsliðsbúnan í Nethandilinum.

Eftir ætlan verða nýggju klæðini frá Erreà tikin í nýtslu í juni, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2022

66 Leygardagur 19. februar 2022

- Kennist súrt, men vit flyta okkum rætta vegin

Avrikið hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti var gott í vinardystinum, sum norðurírar vunnu 3-1, heldur liðskiparin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrri vinardysturin hjá kvinnulandsliðnum hesa vikuna endaði við 3-1 sigri til Norðurírland. Hóast kenslan beint eftir dystin ikki er so góð, so er ein greið framgongd á føroyska liðnum, heldur føroyski liðskiparin Ásla Johannesen.

Norðurírland og Føroyar vóru í sama undankappingarbólki til EM, og norðurírar hava síðan megnað at spælt seg til EM endaspælið, sum verður í Englandi í summar. Tað var tí eit krútsterkt mótstøðulið, sum eisini stillaði við sterkastu manning frá byrjan í vinardystinum. Málini hjá norðurírum komu øll í fyrra hálvleiki, meðan eitt norðurírskt sjálvmál í seinna hálvleiki pyntaði um støðuna og endaliga úrslitið.

– Vit hava flutt okkum nógv, síðan vit spældu móti teimum seinast. Tað kendist so á vøllinum, og fleiri av teimum norðurírsku spælarunum hava eisini sagt hetta við meg nú eftir dystin, at tær sóu stóran mun á vøllinum. Tað kendist gott, at vit í dag vóru nógv betri førar fyri at standa ímóti trýstinum, sum sjálvandi var har meginpartin av dystinum, men samanlagt kunnu vit taka nógv gott við okkum úr hesum dystinum, sigur Ásla Johannesen.

Allir spælararnir í hópinum uttan ein av málverjunum komu á vøllin, og heili fýra spælarar spældu sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum. Talan er um Valborg Østerø og Rúnu Jacobsen, sum byrjaðu dystin fyri Føroyar, umframt Mirjam Huneck og Lenu Olsen, sum báðar vórðu skiftar inn.

A-landsliðið við kvinnum hevur ein vinardyst eftir á hesari venjingarleguni. Hann verður í dag, tá Gibraltar tekur ímóti á Victoria Stadium í Gibraltar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

67 Leygardagur 19. februar 2022

NSÍ og B36 bjóða KÍ av

Stórsteypadystirnir í fótbólti fara aftur í ár at sparka nýggja kappingarárið í gongd, og hjá bæði kvinnum og monnum er KÍ við sum meistaralið, og steypavinnararnir hjá kvinnum eru úr NSÍ og hjá monnum úr B36. Ágóðin hesaferð fer til Epilepsifelagið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 27. februar klokkan 16 verður fyrsti fótbóltsdysturin í nýggja kappingarárinum, tá ið KÍ og B36 bresta saman í ársins stórsteypadysti hjá monnum – KÍ sum føroyameistari og B36 sum steypavinnari. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.

Smáar tvær vikur seinni er so stórsteypadysturin hjá kvinnum á skránni, og tað verður so sunnudagin 12. mars klokkan 17, somuleiðis á Tórsvølli. Hann verður millum føroyameistararnar hjá KÍ og steypavinnararnar hjá NSÍ.

Sum vant, eru stórsteypadystirnir samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og umframt at vísa okkum, hvussu nøkur av toppliðinum í fjør eru fyri til hetta kappingarárið, eru dystirnir eisini eitt høvi til at savna inn pengar til vælgerðarendamál.

Epilepsifelagið fær ágóðan
Eins og gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti taldur saman, so øll upphæddin frá teimum tilsamans fýra dystunum kemur ein og sama góða endamáli til góðar.

Hesaferð er tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan frá hondbóltsdystunum, sum vóru spældir í september í fjør, og so nú fótbóltsdystunum, ið verða ávikavist í februar og mars. Tað er nakað, forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen, áður hevur fegnast um:

– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, hevur hon sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

68 Leygardagur 19. februar 2022

B36 hevði 3,1 milliónir krónur í halli

Søguliga stórt hall hjá havnarfelagnum eftir at tað í fjør legði eitt tað størsta avlopið fram

Starvsnevndi í B36 (Mynd: B36.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Roknskapurin hjá B36 skal javnviga í 2022. Tað var boðskapurin frá starvsnevndini til aðalfundin, tá felagið hóskvøldið kom út við einum søguliga stórum halli. Tiltøk og sparingar eru sett í verk, men góða arbeiðið og ambitiónirnar í felagnum standa við. 

Tað er kostnaðarmikið at taka lut í føroyskum fótbólti. Tað noyddist fundarfólkið á aðalfundinum í B36 húsinum hóskvøldið sanna. Í fjør legði starvsnevndin fram eitt tað størsta avlopið í søguni, tá B36 hevði 2,2 milliónir krónur í avlopi. Og eitt ár seinni er hallið 3,1 millión krónur. 

Stóra avlopið stavar frá luttøku í evropeiskum fótbólti, og manglandi luttøka í 2021 var høvuðsørøkin til hallið í 2021.

- Tað kom tó ikki sum ein hvøkkur fyri fundarfólkið at 2021 gav hall, hóast nakað størri enn roknað var við. B36 er størsta fótbóltsfelag í landinum, og starvsnevndin hevði boðað frá, at góða arbeiðið og ambitiónirnar fyri bæði felagsskapin og bestu liðini skuldi varðveitast. Hóast tað hevði við sær eitt hall, skrivar B36 á himasíðuni.

Fíggjarliga er B36 rættiliga væl fyri og hevur onga langfreistaða skuld. Starvsnevndin greiddi frá, at gongd er sett á tiltøk, sum skulu syrgja fyri at raksturin í 2022 javnvigar. Tað er neyðugt, hóast at B36 vann steypakappingina í 2021 og við tí fær evropeiskar luttøkupengar í ár.  

Magni Mouritsen, sum hevur verið formaður í B36 síðani 2020, legði á aðalfundinum frá sær. Nývald í starvsnevndina vóru Maj-Britt Hellisdal og Dánjal Petersen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og Jákup Mørk er valdur til nýggjan formann í B36. 

Í starvsnevndini hjá B36 eru: Jákup Mørk, formaður, Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna, Símun Grønadal, kassameistari, Høgni í Jákupsstovu, skrivari, Bogi Petursson Nielsen, Maj-Britt Hellisdal og Dánjal Petersen.

Ronnie Thomassen, formaður í ungdómsnevndini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

69 Leygardagur 19. februar 2022

Úr Finnlandi til Føroya at spæla við AB

AB hevur gjørt avtalu við 21 ára gamla Onni Tiihonen

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri fyrstu ferð verður ein leikari við finskum tjóðskapi at síggja í AB-búnanum. Talan er um 21 ára gamla Onni Tiihonen.

- Onni er verjukendur miðvallari, ið er sterkur og góður á bóltinum. Hann kom til landið fyrr í vikuni og spældi fyrsta dyst sín fyri felagið ímóti B68 í VFF Cup farnavikuskiftið, sum endaði 1-0 til AB, skrivar felagið.

Onni Tiihonen hevur seinast spælt við finska felagnum, IF Gnistan, ið heldur til í næstbestu finsku deildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

70 Leygardagur 19. februar 2022

HB gjørt avtalu við danskan miðverja

22 ára gamli Gustav Kjeldsen kemur frá Skive í triðbestu donsku deildini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Havnar Bóltfelag boðaði í vikuni frá, at felagið hevur gjørt avtalu við danskan fótbóltsspælara at spæla í miðverjuni.

Talan er um 22 ára gamla Gustav Kjeldsen, sum kemur frá felagnum Skive IK, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark.

Skive hevur í eina tíð verið til royndarvenjing hjá HB, og nú er sáttmáli gjørdur. Heimasíðan bolt.dk veit at siga, at Gustav Kjeldsen hevur spælt 70 dystir á bestu liðunum hjá Skive IK og undan tí hjá Nykøbing FC.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2022

71 Leygardagur 19. februar 2022

07 Vestur fær spælara úr SønderjyskE

20 ára gamli Mads Winther er longu byrjaður at venja við 07 Vestur. Helst seinasti brikkurin í puslispælinum hjá Michael Schønberg, siga vágamenn

Mads Winthert og Michael Schønberg, venjari hjá 07 Vestur (Mynd: 07 Vestur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur hevur gjørt avtalu við SønderjyskE um Mads Winther. Ungi miðverjin flytir frá Superligufelagnum beinanveg og er byrjaður at venja við nýggja felagnum.

20-ára gamli danin hevur verið í SønderjyskE í nógv ár og flutti í fjør upp í Superliguhópin. Bert 19-ára gamal er torført at fáa spælitíð í Superliguni, men hóast tað hevur hann leikt seks dystir við besta liði hjá SønderjyskE. 

Mads er nýggjast leikarin í 07 Vestur, og helst er hann eisini seinasti brikkurin í puslispælinum hjá Michael Schønberg. Umframt Mads Winther eru Ronnie Møller-Iversen frá EB/Streymi, Jasper Van Der Heyden frá KÍ, Ári Arge frá HB, Mads Borchers frá Esbjerg, Matthias Voss frá Vejle og Hákun Edmundson frá B36 lagdir afturat hópinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

72 Leygardagur 19. februar 2022

Ómetaligan týdning fyri økið

NSÍ skipaði fyri móttøku og ynskti Jákupi Mortensen tillukku við stóra heiðrinum frá ÍSF

(Myndir: Hjalmar Jóhan Juul / NSÍ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stórur dagur hjá NSÍ 5. februar. Jákup Mortensen, sum í hálva øld hevur ment barna og ungdómsfótbóltin í felagnum, fekk størstu heiðursløn ein kann fáa innan føroyskan ítrótt.

80 ára gamli Jákup Mortensen fekk heiðurskjal Poul E. Petersen handað á Ítróttafagnaðinum, sum varð sendur í sjónvarpinum.

Í vikuni hevði NSÍ eina lítla móttøku fyri fyrrverandi formanninum, har tey ynsktu honum tillukku við heiðrinum.

- Um Jákup ikki hevði byrjað við at vant eitt piltalið í 1972, so hevði verið ivingarsamt um vit í kvøld sótu her, í einum NSÍ felagskapið. Jákup hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri hetta økið, og eigur hann stórt rós fyri alt sítt stríð, sum hann hevur lagt í NSÍ. Uttan Jákup er spurningurin, um vit yvirhøvur vóru her í dag, og um fótbólturin í NSÍ yvirhøvur hevði verið í tí støðu hann er í nú, segði Dánial Hansen, formaður í NSÍ.

- Tú byrjaði at sáða, og enn veksur og síggjast spírar í urtagarðinum, sum tú hevur verið við at skapt, og NSÍ familjan veksur enn. Tað er okkara ábyrgd at røkta urtagarðin væl og við virðing og eymleika, ein vakur urtagarður, sum tú so væl hevur megnað at skapt, segði formaðurin. Øll røðan kann lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

73 Leygardagur 19. februar 2022

Kaj Leo heldur fram í Íslandi

30-ára gamli álopskendi leikarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við ÍA á Akranesi

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur síðani 2016 umboða feløg í bestu íslendsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann fór út um landoddarnar at spæla fótbólt í 2014 eftir 127 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, har syðrugøtumaðurin var við til at vinna tvær steypafinalur og at spæla seg víðari

Bóltsnillingurin royndi seg fyrst í norskum fótbólti í tvey ár, síðani í nakrar mánaðir í rumenska stórfelagnum Dinamo Bucarest, áðrenn leiðin á sumri í 2016 gekk til Hafnafjørðin. Síðani hevur Kaj Leo í Bartalstovu spælt í Íslandi og bestu deildini har.

Í 2017 og 2018 var tað á Vestmannaoyggjum við ÍBV, og seinastu trý árini hevur vongurin havt heimstað í Reykjavík og spælt undir Hemiri Guðjónssyni í felagnum Valur. 

Samanlagt gjørdist talan um 58 dystir og 10 mál fyri Val, har Kaj Leo ofta sat á bonkinum. Nú skal hann royna seg á Akranesi. ÍA kunngjørdi í vikuni, at tvey-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar, og at Kaj Leo í Bartalsstovu er góður styrkur fyri liðið; millum annað við sínum mongu royndum í íslendskum fótbólti.

[object Object]
Mynd: ÍA

ÍA endaði nummar níggju í best íslendsku deildini, har tólv lið eru, í fjør. Tað eru fleiri føroyskir leikarar í íslendskum fótbólti. Hallur Hansson og Patrik Johannesen eru í vetur lagdir afturat - teir hava skrivað undir sáttmála við ávíkavist KR Reykjavík og Keflavík.

Kaj Leo í Bartalsstovu er 30 ára gamal. Hann hevur spælt 28 A-landsdystir fyri Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

74 Leygardagur 19. februar 2022

Rann seg til tvey met um vikuskiftið

Dánjal Dahl Ljósheim, sum venur í donskum felagi, vísti góð úrslit í Malmö

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tríggjar ferðir hesar seinastu tvær vikurnar hevur rennarin Dánjal Dahl Ljósheim sett nýtt met. Tvær feðrir á 200 metrum og eina ferð á 400 metrum.

Sunnudagin rann hann bestu tíð á 200 metrum í høllini Atleticum í Malmö. Hetta er ein kend høll fyri Dánjal, tí felagið Sparta í Keypmannahavn venur her eina ferð um vikuna.

Dánjal rann í næstseinasta av fimm riðlum, har teir sum vóru styrkismettir nr. fýra til seks runnu.

Dánjal rann teinin í tíðini 23,12 sekund, sum var 0,13 sekund betri enn metið, hann tók fyri tveimum vikum síðani í eini kapping í Randers.

Dagin fyri setti Dánjal nýtt met á dupulta teininum. Henda dagin var hann eisini við í 60 metra renningini, har hann rann 0,04 sekund verri enn sína bestu tíð.

400 metra renningin var fýra og ein hálvan tíma seinni, og her var taktikkurin at leggja hart út og renna fyrstu 200 metrarnar upp á 24 sekund. Eftir tveri umgangir í høllini segði klokkan 51,07, sum er meira enn eitt sekund skjótari enn føroyska metið. Tíðin er eisini eitt lítið sekund skjótari enn kravið at koma við til komandi oyggjaleikir, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022

75 Leygardagur 19. februar 2022

Sjey føroyskir luttakar til HM í inniróðri

Stóra kappingin verður í døgunum 25. og 26. februar. Tiltakið verður netborið

Mira Winther Klit, Mattias Durhuus, Zoe Dickson, Vár Guriardóttir Hansen, Jóna Danielsen, Sarita Kristina Hansen og Bergur Robert Dam Jensen umboða Føroyar til HM (Mynd: rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í døgunum 25. og 26. februar verður kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri. 

Upprunaliga skuldi HM/WRICH (World Rowing Indoor Championships) vera í Hamburg í Týsklandi, men fyriskipararnir avgjørdu í desember 2021 at skipa tiltakið sum netborið, vegna koronustøðuna.

Hetta skrivar innirodur.fo, ið samstundis kunnger, at sjey føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum - yvirlit sæst niðanfyri.

HM er fyri luttakarar U19 og eldri, og kappast verður í teinum á 500m og 2000m. Tríggir luttakarar frá 5 meginøkjum (Amerika, Afrika, Asia, Oseania og Evropa) hava møguleika at kvalifisera seg fyri hvørt økið. 

500m – fríggjadagin 25. februar 2022StarttíðLuttakariFelag
Kvinnur U1911:59Mira Winther KlitAR
Menn U1912:07Mattias DurhuusHVR
Kvinnur U23 Lættvekt12:14Zoe DicksonKÍF
Kvinnur U2312:29Vár Guriardóttir HansenAR
Kvinnur Lættvekt12:44Sarita Kristina Hansen
Menn Lættvekt12:59Bergur Robert Dam JensenKÍF
Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt13:14Sarita Kristina Hansen
Menn Masters 30-39 Lættvekt13:29Bergur Robert Dam JensenKÍF


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2022

76 Leygardagur 19. februar 2022

Fyrsti vinnarin innan leirdúgvuskjóting 2022

Tann mest vinnandi trapskjúttin í Føroyum, Alex Johannesen, vann kappingina í Leirvík leygardagin

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var fyrsta leirdúgvuskjótingin í 2022. Hon bleiv skotin á breytuni hjá Eysturskot í Leirvik. 

Pláss var fyri 12 skjúttum, sum bleiv sett sum hægsta mark, og tá tilmeldingin fór alment út gekk ikki lang tíð til øll plássini vóru tikin, og fleiri skjúttar blivu settir á bíðilista, skrivar Eysturskot í tíðindaskrivi.

Kappingin var skipað sum ein ”skjót út” kapping, har teir skjúttarnir blivu soldaðir frá sum raktu fægst dúgvur í hvørjum umfari. Spenningurin var øguligur ímillum skjúttarnar, tí kappingin gjørdist ógvuliga jøvn ímillum skjúttarnar hjá Eysturskot, sum eru ótrúliga sterkir í trap skjóting.

Tað gjørdist mest vinnandi trapskjúttin í Føroyum, Alex Johannesen, sum vann kappingina beint frammanfyri Høgna G Jósleivsson.

Hetta var ein kapping, sum er ein upphiting til skjótiárið 2022. Eysturskot byrjaði at skjóta á síni breyt í mars 2021, og tilgongdin hevur verið sera sera góð.

Í apríl fara skjúttar úr Eysturskoti til Danmarkar á venjingarlegu fyri at styrkja seg enn meira innan leirdúgvuskjóting. Eysturskot fer eisini, sum tað fyrsta felagið í Føroyum, at bjóða Nordisk Trap sum ein møguleika til skjúttar.

Nordisk Trap er ein sera stór ítróttargrein í norðurlondum, og hevur Eysturskot eisini fingið fleiri fyrispurningar frá útlendingum um kappingar og bústað í nakrar dagar í Leirvík, og tað eru tey spent uppá, skrivar Eysturskot.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2022

77 Leygardagur 19. februar 2022

Havnar Badmintonfelag vann níggju heiðursmerki í Reykjavík

Í U19 gjørdist talan um gull í bæði einmansleiki og tvímansleiki fyri gentur, og Miriam í Grótinum gjørdist besti leikarin í sínum aldursbólki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár vóru leikarar úr Havnar Badmintonfelag við til Reykjavík International Games. Hesaferð var tó talan um ein lítlan hóp orsakað av koronustøðuni í løtuni.

Felagið hevði leikarar við í U19, U17 og U15. Eisini vóru tveir leikarar við í U11. Kappingin fyri U11 varð skipað sum ein stuttleikakapping, har øll fingu eina gullmedalju.

Okkara leikarar stóðu seg sera væl í kappingini. Serliga í U19, har vunnu vit gull bæði í einmansleiki og tvímansleiki fyri gentur. Miriam í Grótinum vann í einmansleiki og Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu í tvímansleiki.

Miriam í Grótinum vann eisini heiðurin sum besti leikari í U19 fyri gentur.

[object Object]

Í U15 vann HBF silvur í tvímansleiki hjá dreingjum og blandaðum tvímansleiki. Kristoffur Samuelsen og Markus Bjarnason vunnu í tvímansleiki og Eira Á. Petersen og Jafet Rasmussen í blandaðum tvímansleiki.

Harumframt vunnu Mia Thorkildshøj og Jafet Rasmussen gull í consolation bólkinum.

Aftur í ár hevði TBR, sum er størsta badmintonfelag í Íslandi, bjóða HBF av til liðdyst friggjakvøldið. Spælt bleiv í U15 og í U17/19,, og Havnar Badmintonfelag vann 3-2 í U15 og tapti 3-2 í U17/19. 

Túrurin í ár bleiv eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu túrar bæði tí, at tað vóru fáir leikarar við, og at túrurin bleiv tveir dagar longri enn ætlað, orsakað av vánaliga veðrinum í Íslandi og Føroyum, men leikararnir hugnaðu sær í góðu umstøðunum í Íslandi millum annað í Bláa Lóni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2022

78 Leygardagur 19. februar 2022

Meistaradeildin í pool byrjar í næstu viku

Landskrona skipar fyri Meistaradeild í pool annað árið á rað. Startskotið verður týskvøldið

(Mynd: Landskrona)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annað árið á rað skipar ítróttabarrin Landskrona fyri Meistaradeild í pool. Føroyameistarin 2022 í pool skal finnast, og týskvøldið 22. februar klokkan 19 verður kappingin sett í gongd.

Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað eftir, hvussu nógvir luttakarar eru. Dystir verða skipaðir vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.

Í 2021 kappaðust 25 einstaklingar vikuliga frá januar til mai. Tá avtornaði var tað Eirik Mikkelsen, ið fór við fyrsta plássið. César Hora gjørdist nummar tvey, og Edmund á Borg Ferber og Hans Kristian E. Hansen gjørdust ávikavist nummar trý og fýra.

Startskotið
Týskvøldið 22. februar klokkan 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, reglur verða kungjørdar, og tað verður trekt lut um bólkar, og væntandi fara allarfyrstu dystirnir í meistaradeildini at verða leiktir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2022

79 Leygardagur 19. februar 2022

Heimaliðið sigraði í tættari Super Bowl

Rams hava fyri aðru ferð í søgu felagsins lyft Lombardi-steypið - hesaferð við heimstaði í Los Angeles. Matthew Stafford fann Cooper Kupp í næstseinasta minutti, og so var tað serliga Aaron Donald, sum tók ábyrgd í verjupartinum. Sean McVay er yngsti høvuðsvenjari, ið nakrantíð hevur vunnið Super Bowl

Cooper Kupp loftar tað, sum vísti seg at verða tað avgerandi "álopsspælið"
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri trimum árum síðani vóru teir í finaluni men avrikaðu ikki serliga væl og taptu móti New England Patriots. Hetta endaspælið vann Los Angeles Rams millum annað á meistarunum Tampa Bay Buccaneers á útivølli og harvið endaði yrkisleiðin hjá legendariska 44-ára gamla Tom Brady, sum vann í 2019 við New England Patriots, og sum vann Super Bowl heili sjey ferðir.

Mánanáttina var ein annar quarterbakkur, Matthew Stafford, fyri fyrstu ferð á sínari yrkisleið. 34-ára gamli Stafford kom til Los Angeles undan hesum kappingarárinum. Rams rindaði ein høgan prís fyri hann, men Stafford hevur víst seg at flyta liðið hjá Sean McVay rætta vegin. Nógvir royndir leikarar eru komnir til seinastu árini, og ein teirra, Odell Beckham Jr. loftaði einum kasti frá Stafford í máløkinum í fyrsta fjórðingi. Beckham byrjaði væl á SoFi Stadium, ið vanliga er heimavøllur hjá júst Rams, men tíverri noyddist nummar 13 út við tí sum líktist einum álvarsomum knæskaða stutt fyri hálvleik. Tá høvdu Cincinnati Bengals skora sítt fyrsts touchdown; tað var eitt snilt spæl, har Joe Mixon, ið vanliga rennur mest og sum spældi væl í kvøld, kastaði til Tee Higgins.

Júst Higgins og Bengals løgdu hart út eftir stegðin og skoraði við einum spæli beinanvegin, tá ungi quarterbakkurin Joe Burrow sendi ein langan bólt til 23-ára gamla Tee Higgins. Stutt seinni kastaði Stafford sína aðru interseption, Bengals økti til 20-16 og dysturin varð vendur á høvdið. Rams minkaðu um munin við skoti (field goal) í triðja fjórðingi, og tá Burrow, ið varð trýstur nógv av Aaron Donald og hinum í vejruni hjá Rams í seinna hálvleiki, ikki fingu fleiri stig á talvuna, so tóku Rams av.

Stafford og serliga Cooper Kupp fluttu bóltin væl, Rams-álopið brúkti nógva tíð, og tá ein og ein hálvur minuttir var eftir legði Los Angeles-liðið seg á odda. Kupp loftaði sítt touchdown nummar tvey í dystinum, har hann samanlagt loftaði átta bóltum fyri næstan 100 yards. Hann hevur verið framúr góður í endaspælinum og alt kappingarárið sum heild. Tíggjarin gjørdist ársins álopsleikari í NFL og MVP í Super Bowl. Kupp skoraði, saman við Stafford og kickaranum Matt Guy, avgerandi stigini.

[object Object]

[object Object]

Tað var tó verjan, sum í seinasta minuttinum syrgdi fyri at Burrow og Bengals ikki komu í støðu til at í minsta lagi javna. Tað var serliga superstjørnan Aaron Donald. Fyrst takklaði stóri og sterki nummar 99 rennara hjá Benglas skjótt og kontant, og so var 4th down. Har var tað aftur Donald, ið hevur verið millum allarbestu verjuleikarnir í NFL seinastu árini, ið gjørdi um seg við at leggja trýst á quarterbakkin hjá Bengals, ið als ikki fekk tamarhald á sítt kast, og so kundu teir í bláum stórfegnast. 

Rams hava fyri aðru ferð í søgu felagsins lyft Lombardi-steypið. 35-ára gamli Sean McVay er yngsti høvuðsvenjari, ið nakrantíð hevur vunnið Super Bowl. 

[object Object]
Søguligi Sean McVay við steypinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2022